Saman við MEGD megna vit 2018 gjørdist árið, tá ið meginfelagið fekk nýtt navn og nýtt búmerki. Undir nýggja heitinum, MEGD, eru avbjóðingarnar tó júst tær somu, sum tær vóru undan navnabroytingini, og eyðsæð er, at miðvíst arbeiði áhaldandi skal leggjast í at gera føroyska samfelagið meira fevnandi og mennandi fyri allar føroyingar. Saman við MEGD megna vit. Hetta er og verður okkara slagorð, og hóast slagorðið als ongar batar fremur í sjálvum sær, so eru tað júst møguleikarnir, sum slagorðið leggur dent á. Møguleikarnir, sum vit saman skapa til frama fyri nógvar føroyingar. Jú, saman kunnu vit sanniliga megna. MEGD vísir á grundleggjandi rættindi hjá einstaklinginum í felagsskapinum, har hann megnar, um hann samstundis fær møguleika at trívast og at vera virkin, har hann sjálvur velur at vera. Tí hevur MEGD seinastu tíðina tosað við tær stóru kommunurnar í Føroyum. Ongantíð verður ov ofta víst á ta stóru ábyrgdina, sum kommunurnar hava, tá ið tosað verður um trivnað og møguleikar hjá øllum borgarum. Hóast vit vita, at eingin kommuna er komin á mál, og vit eisini vita, at eingin kommuna heldur kann gera allar neyðugar ábøtur í einum, so er tað umráðandi, at tær kenna sína ábyrgd og vísa hana í verki. Í blaðnum hesa ferð tosa seks borgarstjórar frítt og opið um, hvussu teir síggja avbjóðingarnar við atkomu. Her hevur tað týdning at undirstrika, at tað júst eru kommunurnar, sum geva loyvi, sambært bygningskunngerðini frá 2017, til nýbygging, tá ið bygningar skulu umbyggjast, nýtast til nýtt endamál ella setast í stand. Kommunurnar geva eisini nýtsluloyvi til eitt nú matstøð og kaffistovur, og kommunurnar góðkenna bygningar, áðrenn teir verða tiknir í nýtslu alment. Í hesum sambandi hava parkeringsviðurskifti og atkoma til bygningar alstóran týdning. Samstundis sum víst hevur verið á ábyrgdina hjá kommununum, er eisini orka løgd í at vísa landsins myndugleikum á teirra ábyrgd. MEGD hevur millum annað verið á fundi við landsstýrisfólkini um, hvussu arbeiðast eigur at verða víðari við niðurstøðunum hjá ST, sum vórðu kunngjørdar í 2014. Her hevur MEGD serliga lagt dent á, at í ST-sáttmálanum í verk. Koma vit á mál við hesum viðurskiftum, verður skjótari at koma uppaftur longri á leiðini, har onnur viðurskifti bíða. Eitt nú tørvar okkum ein sjálvsagdur hugburður, ið fevnir um allar borgarar, og sum als ikki góðtekur, at summir borgarar ikki fáa møguleika at vera við. Fyri at ávirka vanligan hugburð millum føroyingar arbeiðir MEGD við at fáa stuttfilmar gjørdar. Teir byggja á tær ymisku greinirnar í ST-sáttmálanum, har grundleggjandi rættindi verða staðfest. Í september í ár fer MEGD undir eitt átak við myndum. Tær skulu vera við til at broyta vanahugsan og broyta, hvussu føroyingar vanliga síggja hvør annan í teirri vón, at myndirnar eisini geva okkum ein vælkomnan møguleika at síggja, hvussu vit sjálv broytast við hesum. Her kanst tú vera við at gera mun. Góðan lesihug! TÓRA VIÐ KELDU forkvinna í MEGD MEGD kveikir Vágs kommunu Tað, at MEGD er til og varpar ljós á viðurskiftini hjá rørslutarnaðum í føroyskum kommunum, ber í sær, at kommunurnar taka málini um atkomumøguleikarnar hjá borgarunum í størri álvara Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, heldur tað vera eitt sindur flóvisligt, at ein miðil hjá MEGD skal vera tað, sum í stóran mun er atvoldin til, at kommunalir myndugleikar taka hesi viðurskifti í álvara. - Spurningar um almennar fasilitetir hava verið á mínari dagsskrá alla ta tíð, jeg havi verið politikari, sigur Dennis Holm, ið hevur verið borgarstjóri í Vági síðan 2013. Vágs kommuna gongur frá rulliportrinum í Klivunum uttan fyri Nes til rulliportrið í Ónavík, har markið er millum Vágs kommunu og Sumbiar kommunu. Her búgva eini 1.360 fólk. Páls Høll rúmar øllum Dennis Holm sigur, at síðan vágbingar fóru undir at gera Páls Høll, ið byrjaði sum verkætlan í 2010, var máttmikið fokus á, at tað skuldi vera nakað, sum allir borgarar kundu brúka. Páls Høll skuldi kunnað rúma øllum. Borgarstjórin leggur dent á, at tá brúktu vágbingar nógva tíð til at røða um, hvussu høllin við landsins einasta langhyli upp á 50 metrar skuldi verða innrættað við vanligum vesum og vesum fyri fólk, sum bera brek. Hann heldur, at onkursvegna hevur tann hugburðurin staðið við hjá honum sum borgarstjóri. - Við Páls Høll byrjaði tað prosjektið við, at vesini í Páls Høll eru vesir fyri øll: konufólk, mannfólk og rørslutarnað skuldu hava og hava somu møguleikar, og tað hava okur so hildið fast við. Annars hevur kvøldskúlaskipanin í kommununi í mong ár havt pláss fyri svimjing fyri rørslutarnað fólk. Tekniski leiðarin visti Tá ið Dennis Holm varð borgarstjóri í 2013, hevði kommunan ein tekniskan leiðara, sum átti ein drong, sum sat í koyristóli, og tey brúktu rættiliga nógva orku til at fokusera uppá, hvussu atkoman skuldi vera hjá fólki. So hvørja ferð tey hava havt nøkur nýggj projekt, hava tey altíð havt tað við í handviðførinum. Tey fóru undir at gera gamla posthúsið í miðbýnum í Vági til eitt fólksligt stað við bókasavni, kunningarstovu og kaféøki, og tey tryggjaðu sær, at ein skrái varð gjørdur, so at øll kundu sleppa inn og út. Tað var heilt tilvitað, at tey gjørdi henda skráa, so tað bar til at koyra inn. Har er eisini vesi til fólk, sum bera brek. Í vár var MEGD suðuri í Vági, og Dennis Holm, borgarstjóri, heldur, at tey, sum umboðaðu MEGD, vóru sera fegin um tað, tey høvdu gjørt við gamla posthúsið. Marghøllin eftir sama leisti Henda sama ætlan tók Vágs býráð upp, tá ið Marghøllin varð sett á skránna tíðliga í 2017. Tey vildu halda fast við tann leistin, ið var lagdur fyri Páls Høll í sambandi við atkomumøguleikar hjá øllum. - Upp á sama máta sum við Páls Høll vilja okur, at vesini eru atkomilig hjá øllum borgarum, og tað er so gjørt, sigur Dennis Holm. Hann sipar til, at ein lyfta er tøk í Marghøllini hjá øllum at brúka. Marghøllin hevur venjingar fyri fólk, sum íðka ítrótt - fótbólt og renning og annað - men eisini fyri teir sonevndu "race runners", sum eru fólk, ið kappast á súkklu. Kommunan savnar seg um, at fólk skulu hava allar neyðugar atkomumøguleikar. Tey eru rættiliga tilvitað um, at tá ið kommunan gjørdi plattin við borðum á stólum vesturi á Eiðinum í Vági, syrgdi hon fyri, at eisini fólk í koyristóli sleppa upp á pallin. Náttúruperlurnar Vágs kommuna hevur í sambandi við ferðavinnuna lagt stóran dent á atkomumøguleikarnar hjá øllum til tað, sum Dennis Holm rópar "náttúruperlur". Hann sipar til ta sannroynd, at Suðuroynni trýtur ikki sínar víðagitnu "náttúruperlur". Vesturi á Eiðinum í Vági er atkoma hjá øllum, eisini hjá teimum, sum sita í bili, at síggja Vágseið í øllum sínum veldi. - Tað haldi jeg, at fólk hava verið óalmindiliga glað fyri, heldur borgarstjórin, sum eisini er fegin um at kunngera, at ein kikari er settur upp uppi á Eggjunum, og kommunan hevur fingið loyvi frá hagastýrinum at gera eina gøtu niðan á staðið, har sum millum annað kikarin stendur. Samanumtikið verður ruddað slóð fyri, at eisini rørslutarnað sleppa at njóta nátturuperlurnar. Ein onnur náttúruperla í Vági er Vatnið. Her er snøggað og gjørt rundan um, so at tað er atkomandi hjá øllum, og mong fara sær ein túr rundan um Vatnið, bæði lokal og fremmand. Leila Solmunde gekk undan Í einum faldara hjá ferðavinnuni verður Suðuroyggin umrødd sum ferðavinnumál hjá rørslutarnaðum. Her vísir Leila Solmunde á tað serstaka við Suðuroynni, at oyggin hevur eitt annað skap enn til dømis Norðuroyggjar. Í Suðuroynni er lutfalsliga lágt, og her er lutfalsliga atkomandi eftir vegi til allar náttúruperlurnar. Leila Solmunde helt, at tað átti at verið meiri atkomandi vesturi á Eiðinum í Vági og uppi á Eggjunum. Úrslitið av tí, sum Leila Solmunde mælti til, er, at tað er gjørt, og tað fegnast Vágs kommuna um. Leila Solmunde varð fødd á Tvøroyri í 1962. Hon doyði í 2012 í Havn bara 50 ára gomul. Leila Solmunde var forkvinna í Giktafelag Føroya í 16 ár og somuleiðis í MBF í átta ár. Hon var eisini nevndarlimur í Dugna í átta ár. 18 ára gomul fekk hon staðfest liðagikt, sum hevði við sær, at hon kom at vera bundin at koyristóli ein stóran part av lívinum. Hon var sera virkin og vird fyri sítt arbeiði á handikapppolitiska økinum. Um Ítróttarháskúlan í Suðuroynni er at siga, at hann sambært Dennis Holm tíverri ikki er gjørdur fyri fólk, sum eru rørslutarnað, tí hetta er eitt heilt annað slag av ítrótti, her fólk eru ótrúliga virkin kropsliga. Tað tilboðið er altso ikki beinleiðis ætlað rørslutarnaðum - enn, men kemur ein fyrispurningur um atkomuna hjá rørslutarnaðum í sambandi við ítróttarháskúlan, verður spurningurin tikin upp til viðgerðar. Ítróttarháskúlin er spjaddur um fleiri ymisk støð og hølir, so sum útgangspunkt er hann ikki gjørdur soleiðis, at rørslutarnað fáa íðkað ítrótt har. Matarstaðið hjá Ítróttarháskúlanum er í Stóra Pakkhúsi, kommunan eigur undirvísingarhølini, og hann brúkar natúrina og ítróttaranlegg í Vágs kommunu til sítt virksemi. Ellis- og røktarheimið Hamragarður í Vági varð tikið í nýtslu í 2011. Heimið er bygt eftir teimum forskriftunum við lyftu og atkomu hjá rørslutarnaðum. Heimið er eitt landsprojekt, so har liva tey upp til tey krøv, sum har eru. Gamal skúli Vágs skúli er í tveimum pørtum. Tann eldri parturin varð liðugur í 1951, og tann nýggjari parturin varð tikin í nýtslu í 1979. Dennis Holm sigur, at av onkrari løgnari grund hevur mann ikki hugsað rørslutarnað inn í hesa skúlaætlan frá hálvfjerðsunum, men soleiðis var tað yvirhøvur tá, ikki bara í Vági, men í øllum landinum. Kortini hevur skúlin lagað seg eftir teimum avbjóðingum, sum eru, so skúlin hevur havt fyrilit við næmingum í koyristóli til dømis. Tað vil siga, at atkomandi er hjá teimum uttanfyri í hvussu so er. Kommunan arbeiðir støðugt við eini ætlan um, at øll skulu kunna flyta seg millum hæddirnar í skúlanum. Í nýggja partinum verður røtt um trappulyftu, og í gamla partinum er lyfta. Nýggjar gongubreytir Vágs kommuna er nógv fríðkað síðan ta døpru kreppuna í hálvfemsunum. Nú eru allar tær fyrr so illa farnu gongubreytirnar gjørdar av nýggjum, og skráar eru gjørdir allastaðni, so at fólk sleppa framat bæði við barnavogni og koyristóli. Dennis Holm sigur, at so hvørt tillagingar og dagføringar verða framdar í verki á kommunalum stovnum í Vági, verður lagt upp fyri atkomu. Til dømis er kamping- og tjaldpláss við køksfasilitetum og tveimum handikappvinaligum brúsum og vesum gjørt vesturi á Eiðinum. - Ein partur av tí snýr seg um hugburð, so at tá ið tú gert nakað við plássið, so ger tað innbjóðandi, sigur borgarstjórin í Vági. Mamma hansara er úr Vesturjútlandi, har tey hava orðafellið: Tú geislar tað, tú ert. Sær tað ræðuligt út, so er tað við vissu einki serligt, men sær tað gott út, so er tað sannlíkt gott. Her á fjørðinum Tað er nokkso vanligt enn tann dag í dag at hoyra fólk í Tvøroyrar kommunu siga um plássið: "Her á fjørðinum", millum annað tí, at Tvørafjørður fevnir um ta størstu kommununa í Suðuroynni, Tvøroyrar kommunu, sum er Tvøroyri, Trongisvágur, Froðba, Ørðavík og Ørðavíkarlíð við sínum 1.760 borgarum. Sambært seinastu løgtingssamtyktini um byggireglugerð, eru nøkur krøv, sum kommunurnar skulu halda í sambandi við alment virksemi, og byggimyndugleikin kann eisini, um tað er okkurt stórt, sum privat krevja, at byggiharrin heldur reglurnar um eitt nú atkomu, serliga hjá fólki, ið bera brek, eftir skráa og til vesi. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at tað eru økir í landinum við heilt nógvum persónum, ið bera brek, men á Tvøroyri eru tey í teirri "hepnu" støðu, at til dømis í barnagarðinum inni í Trongisvági er einki barn, ið skal brúka koyristól. - Og fert tú í skúlan, so hava okur heldur einki barn, sum brúkar koyristól, meðan onnur økir í landinum hava fleiri, sigur borgarstjórin. 40 ára gamalt mynsturbyggjarí Tveir skúlar eru í Tvøroyrar kommunu, annar har úti á Tvøroyri - nýggi skúli tey rópa - frá 1975 og hin inni í Trongisvági. Skúlin har úti er í fleiri hæddum, og í sambandi við, at har var ein næmingur fyri nøkrum árum síðan, sum brúkti koyristól, er ein lyfta gjørd. Tað skal bera til hjá øllum at koma upp og niður og aftur og fram í skúlanum, og tann avbjóðingin er lutvíst loyst við hesi lyftini. - Tíbetur hava okur ikki fingið brúk fyri henni aftur, men hon er so tøk, sigur Kristin Michelsen. Skúlin og ítróttarhøllin í Trongisvági ganga ímóti teimum fjøruti árunum, men kortini varð alt gjørt handikappvinaligt alt fyri eitt longu fyri fjøruti árum síðan, so ítrótturin í kommununi er væl fyri, hvat atkomuligheit viðvíkur. - Tað er eitt mynsturbyggjarí, sum bleiv gjørt har inni tá í tíðini. Borgarstjórin á Tvøroyri samanber mynsturbyggjaríið inni í Trongisvági við skúlan har úti á Tvøroyri. Skúlin har úti hevur gamaní eina lyftu, men har inni varð alt klappað og klárt við handikappvesum og skráum. Har vórðu so at siga øll krøv lúkað frá fyrstan tíð. Fyri nøkrum árum síðan bygdi Tvøroyrar kommuna ein ítróttardepil við Stórá í Trongisvági. Hesin depil lúkar eisini tey krøvini um handikappvesi og atkomu hjá fólki í koyristóli. - Tað er í stórum tað, sum kommunan hevur bygt, sigur Kristin Michelsen. MEGD er støðugt kunnað Barnagarðurin hjá dagstovninum Mýrifípuni vestanfyri vøllin við Stórá í Trongisvági er atkomiligur í koyristóli, men hann er ikki útgjørdur við handikappvesi, men hann verður so umbygdur nú, og nýggjur verður bygdur aftrat, og alt tað verður tikið við í tí nýggja barnagarðinum. - MEGD hevur í nógv ár støðugt verið í Suðuroynni og vitjað og vitað, um broytingar og tílíkt eru. MEGD, sum fyrr æt MBF, var í Suðuroynni í fjør heyst, og tá hevði kommunan akkurát gjørt eitt so øgiliga fínt vesi í skrivstovubygninginum hjá kommununi, og kirkja og samkomuhús hava yvirhøvur gjørt tað atkomuligt, og borgarstjórin heldur, at rættiliga nógv er gjørt í kommununi til frama fyri atkomuligheitina hjá skúlabørnum og barnagarðsbørnum á Tvøroyri. Ætla at byggja nýggjan skúla Tvøroyrar kommuna arbeiðir við at byggja nýggjan skúla. Í hesum sambandi skal støða takast til, um tann nýggi skúlin skal byggjast úti á Tvøroyri ella inni í Trongisvági, so longri er tann ætlanin ikki komin, men eingin ivi skal vera um, at ein nýggjur skúli í kommuni fer sjálvandi at lúka øll krøv í sambandi við atkomu hjá øllum. Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur havt fólk til at hyggja upp á møguleikan fyri at byggja uppí verandi skúla har úti á Tvøroyri. Tá ið tað er greitt verður støða tikin til, um bygt verður har úti ella har inni. Tann avgerðin verður tikin, tá ið barnagarðurin væntandi er liðugur um eitt gott ár. - Tá er tað skúlin, ið stendur fyri tørni, og tá má mann hava tikið eina avgerð um, hvar skúlin verður staðsettur. Í sambandi við at eingin svimjihylur er í teimum báðum nýggju stóru skúlunum í Havn, Skúlanum við Løgmannabreyt og Skúlanum á Argjahamri og einaferð í tíðini nýggja skúlanum á Fløtum er at siga, at Tvøroyri fekk svimjihyl longu í trýssunum. - Svimjararnir her hava altíð verið framúr við nógvum heiðursmerkjum, hava ligið á odda við hesum lítla dunnuhylinum, sigur borgarstjórin, sum ikki fjalir út yvir, at tað gongur vist tann vegin, at Suðuroyggin verður ein kommuna fyrr ella seinni. Fýra fólkaatkvøður Kristin Michelsen sigur, at Tvøroyri hevur havt fýra fólkaatkvøður um kommunusamanlegging. Landsstýrið skipaði fyri einari, og Tvøroyri hevur skipað fyri trimum, og allar fýra ferðirnar hevur verið greiður meiriluti fyri samanlegging. Í 2004 søktu Tvøroyrar og Sumbiar kommuna um at sleppa at leggja saman. Fólkaatkvøða var í Sumba, og meiriluti var fyri at leggja saman, men landsstýrið vildi ikki, tí landafrøðiliga skuldi tað ikki lata seg gera, men samstundis loyvdi landsstýrið at leggja Mikladal saman við Klaksvík við havi ímillum. Í 2005 var eisini fólkaatkvøða um at leggja Vág og Tvøroyri saman. Tað var sambært Øravíkarskjalinum, ið er til skjals, og til valið í 2008 varð einmælt samtykt á Tvøroyri og meiriluti í Vági, at Vág og Tvøroyri skuldu verða ein kommuna. Tað gekk heldur ikki. Vágbingar vildu hava miðnámsskúlan, sum nú stendur í Hovi, at vera í Vági, og á Tvøroyri tóku tey fult undir við ætlanina hjá landsstýrinum um at byggja skúlan og byggja ellisheim í oynni, men kommunurnar vildu sleppa at gera av, hvar hetta felags byggjaríið skuldi staðsetast. Tvøroyrar og Vágs kommunur høvdu felags fund og tóku undir við, at miðnámsskúlin skuldi vera í Vági, og at tað skuldi verða ein kommuna í 2008. Sjálvandi ein kommuna - Í mínari verð skuldi oyggin øll langt síðan verið løgd saman í eina kommunu, sigur Kristin Michelsen og sipar til, at í Vági er ein 50 metrar langur hylur, og tann gamli skúlahylurin upp á 25 metrar hevur verið frálíkur. Tað man Pál Joensen, ið hevur lagt navn til Páls Høll, vera besta dømi um. Sambært Kristini Michelsen hevði oyggin, um hon varð skipað í eina felags kommunu, verið rættiliga væl fyri, ikki minst við at brúka allar felags fasilitetir í oynni við fullfíggjaðari atkomu fyri øll. - Tekur tú Runavík, er eingin svimjihylur har - enn, so jeg haldi, at við tí eru okur væl fyri. Veruleikin er, at allir suðuroyingar brúka teir frálíku svimjifasilitetirnar í Vági, og summi brúka framvegis ein av landsins elstu svimjihylum, tann á Tvøroyri, sum er 12 metrar langur og varð gjørdur við spann fyrst í trýssunum. Einaferð í fýrsunum var farið at leka um flisarnar í svimjihylinum í gamla skúlanum á Tvøroyri. - So fóru okur niður - tað var um tað mundið, tá ið allir flisarnir í svimjihøllini í Klaksvík vórðu útskiftir fyri nógvar milliónir - ja, okur funnu eitt danskt firma, sum legði ein tjúkkan dúk inni í hylinum á Tvøroyri, og hann hevur hildið síðan. Sjey umsitingar Kristin Michelsen heldur tað vera heilt burturvið, at sjey umsitingar skulu vera í Suðuroynni. Í tanka er tað sum at hava sjey missiónshús í oynni, og tað er brúk fyri einum. Tað stóri, stásiligi og fult atkomandi mentanarmiðdepilin á Drelnesi í Líðini á Tvøroyri, SALT, er ein sjálvsagdur felags mentanardepil. Í Vági stendur Páls Høll, Marghøllin og ítróttarskúlin. Ætlar tú til dømis tú at flyta til Suðuroyar at búgva, eru allar kommunurnar har suðuri úti eftir at fáa teg at búgva í teirra kommunu, tí tann einasta inntøka, sum kommunurnar í Suðuroynni hava, er sambært borgarstjóranum á Tvøroyri, inntøkuskatturin. Var Suðuroyggin ein kommuna, kundi tað gjørt akkurát tað sama, hvar í oynni tú búði, og tú hevði fingið gagnnýtt allar felags atkomandi bygningar og fasilitetir annars. Tað er sum skilst í hvussu er eitt sera atkomuligt sjónarmið. Framfúsin Vága kommuna Vága kommuna fylgir sjálvandi øllum teimum byggisamtyktunum, sum lógarkrøvini seta, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri, í kommununi, ið fevnir um bygdirnar Slættanes, Vatnsoyrar, Miðvág og Sandavág við umleið 2.000 fólkum. Tá ið ein kommuna hevur lógarkrøvini at halda seg til, so syrgir hon fyri, at atkomuvegir, trappur, skráar, gáttur, breidd, longd og hædd umframt øll mát halda tey ásettu krøvini. Eyðdis Hartmann Niclasen er av Tvøroyri, so hon sigur, beinleiðis endurgivið: - Tað kunnu okur í stóran mun saktans reypa okum av, tí okur hava allar treytir lúkaðar á teimum nýggju stovnunum og í tí nýggja skúlanum hjá okum, og annars tað, sum okur umvæla innan. Hon sipar til sjálva býráðsskrivstovuna, har ein skrái slóðar fyri hjá til dømis teimum, sum sita í koyristóli. Haraftrat hevur kommunan inni á býráðsskrivstovuni fingið sær eina lyftu, sum ikki er ein elevatorur, men ein lyfta. Henda lyfta er sera hent hjá starvsfólki, ið hevur trupulleikar av eitt nú gikt. Borgarstjórin er fegin um at kunna siga, at í Vága kommunu eru tey atkomuvinalig fyri øll, ið hava ampa av at koma upp ígjøgnum trappur ella sama hvat. Raðfesta dagføring - Tó so - tað ljóðar øgiliga flott alt hetta her - hava okur gamlar bygningar, sum ikki eru so væl dagførdir. Eyðdis nevnir ungdómshúsið, bæði tað í Sandavág, sum kanska verður renoverað, og tað aktuella ungdómshúsið, sum stendur í Miðvági, og sum verður brúkt nú. Hetta ungdómshúsið, sum er tann gamla reyða kommunuskrivstovan í Miðvági, er ikki serliga handikappvinaligt, tí har er ein trappa, sum gongur upp á loft, men tá ið tú kemur innum hurðina, skalt tú trína upp um eina gáttu. Gáttan er umvæld mest sum av tilvild, tí hon hevði ein skaða, ið skuldi gerast aftur. SÍF-húsið, sum er húsið hjá Sandavágs Ítróttarfelag á Valloyrini (leikvøllinum) í Sandavági, kundi havt betri vesifasilitetir. Hurðin er kortini nóg breið at koma inn um í koyristóli, men trappan er illa atkomandi hjá koyristóli, og hetta eigur at verða bøtt um, sigur borgarstjórin í Vága kommunu. Frálík miðstaðarøki Miðstaðarøkið í Sandavági er nakað serligt, tí tað liggur sum mong onnur øki í bygdini í nokkso góðari hædd. Skalt tú trilla, ella hvussu tú annars ert fyri, so er lætt at koma runt. Fólk, sum bera brek hava sum skilst ongar stórvegis trupulleikar at koma fram í miðstaðarøkinum, tí her eru hvørki trappur ella brattar brekkur. Í Miðvági er søgan nakað øðrvísi, tí her fert tú oman á tað sera vakra miðstaðarøkið, ið er aftanfyri Magnstøðina. Her eru líðandi hæddir, og har stendur tann "gamli" skúlin, sum hóast alt er frá fýrsunum, tá ið tey bygdu bygdarhúsið. Í hesum skúla er lyfta, og atkomumøguleikarnir eru yvirhøvur góðir. So sambært borgarstóranum hava tey har vesturi ikki upp á nakran máta gloymt tað við atkomumøguleikunum burtur í nýggjari tíð, tað vil siga frá fýrsunum og uppeftir, men tað eru meira teir gomlu bygningrnir hjá kommununi, sum treingja til nakrar ábøtur, í summum førum víðfevndar ábøtur. Tríggir dagstovnar Tríggir dagstovnar eru í Vága kommunu. Dagstovnurin í Miðvági eitur Miðgarður, sum læt upp í 2011. Stovnurin stendur í vøkrum náttúruøki. Haðani er - sum tey siga á heimasíðuni - stutt til haga og fjøru, viðarlundina, fótbóltsvøllin, tað stóra spæliplássið í bygdini og sandin. Her er eisini stórt spælipláss rundan um Miðgarð við øllum hentleikum. Her eru reiggjur, skreiðibreyt, sandkassar, spælihús og ein lítil áarløkur, so at her eru góðir møguleikar hjá børnum at røra seg. Her eru til samans sjey stovur: tríggjar vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og ein stova til tey seks ára gomlu børnini. Frítíðarheimið Smílikullan heldur til í gamla skúlanum í Miðvági beint við bygdarskúlan, so stutt er hjá børnunum at ganga úr skúlanum til frítíðarheimið. Sambært heimasíðuni stendur Smílikullan sum ein perla, beint við sandin, fótbóltsvøllin, tað stóra spæliplássið í bygdini og viðarlundina. Smílikullan er frítíðarheim hjá børnum í 1. og 2. flokki. Hetta húsið er gamalt - í hvussu er í atkomuhøpi - so atkomuligheitin kundi verið nógv betri. Hetta skal skiljast soleiðis, at her er illa atkomuligt. Sóljugarður er dagstovnurin mitt í Sandavági. Her er vakurt rundan um við á, viðarlund, sandi og fótbóltsvølli beint við. Garðurin rundan um er "deiliga stórur", sum tey siga á heimasíðuni, so her eru góðir møguleikar hjá børnunum at røra seg. Umframt reiggjur, skreiðibreyt og sandkassar hava tey eina steinsetta á og nógvan bø, her tað natúrliga lendið er varðveitt. Sóljugarður varð liðugt bygdur í 2003. Síðan er gamla Føroya Bankahúsið komið aftrat, og í 2009 varð skoytt upp í við nýggjum húsi við tveimum vøggustovum. Sostatt heldur stovnurin nú til í trimum húsum. Í høvuðsbygninginum eru tríggjar barnagarðsstovur og ein vøggustova. Í gamla Føroya Bankahúsinum er ein stova til tey seks ára gomlu, og í tí nýggja bygninginum eru tvær vøggustovur. Frálíkur skúli Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, er týðiliga errin av nýggja skúlanum á Giljanesi. Hon greiðir frá, at kommunan skjótt fer undir eitt byggistig aftrat á skúlanum. - Sjálvandi verður tað bygt undir somu fortreytum, tað vil siga, at alt, sum er við í teimum nýggju byggisamtyktunum, verður við í tí næsta byggistiginum, og tann nýggi skúlin hjá okum er jú ónatúrliga væl innrættaður, eisini hjá teimum, sum bera brek. Borgarstjórin sigur, at hvørja ferð tey fara undir nýbygging og dagføra og umvæla verandi hús, so hevur kommunan skyldu til at tryggja sær, at alt er atkomandi hjá øllum. Seinasta fíggjarár var gott hjá Vága kommunu, og Eyðdis staðfestir, at kommunan hevur ráð til nakað, tí at byggistigini á skúlanum fara at krevja so nógv av fíggjarorkuni, at kommunan hevur ikki ráð til alt tað, hon hevði viljað havt ráð til. Raðfesta gongurbreytir Eyðdis Hartmann Niclasen heldur, at í framtíðini skulu tey til at arbeiða við nøkrum, sum í roynd og veru ikki er serliga gott nakrastaðni í Føroyum. Hon sipar til gongubreytir, sum hon heldur eru til ampa fyri fólk, sum bera brek, ella ikki eru so byrg, sum tá ið tey vóru ung. Tú sært næstan ikki eitt fólk, sum ber brek, ella sum er blivið eldri, ganga við einum vogni framman fyri sær. Fyri tað fyrsta er tað veðurlagið - tú kanst verða blástur um koll - ella er tað fyri aldur, so er torført at koma fram undir øllum umstøðum. Landsverk eigur sjálvandi sín part, men inni í bygdum standa kommunurnar fyri gongubreytunum og kantunum har og hava ábyrgdina av, at atgongumøguleikarnir eru dagførdir. Eyðdis hevur helst ikki givið sær far um, at í Vágs kommunu eru kantarnir á øllum gongubreytum lækkaðir, so at tað ber til hjá øllum at koma fram og styðja seg til gongustativ um neyðugt, men yvirhøvur verður hetta ikki prioriterað í Føroyum. Tað tyngir samvitskuna, at hetta ikki verður raðfest hægri, sigur Eyðdis. Hon sigur, at tað er ein øgiliga tungur postur fíggjarliga at dagføra gongubreytirnar, alt skal brótast upp, og tað er sjálvandi eitt øgiligt tak, tá ið stigið endiliga verður tikið at gera gongubreytirnar atkomandi hjá øllum. Vágar eru eitt vegamót Tað krevur nógv av kommununum í Vágum, at oyggin leingi hevur verið landsins høvuðsleið vestur á flogvøllin. Landsvegurin gongur ígjøgnum Sandavág og bygdarvegurin ígjøgnum Miðvág eru rættiliga dýrir at halda, bæði hjá Landsverki og Vága kommunu. Her eru bungur gjørdar, gamaní, men enn er nakað eftir at gera til frama fyri trygd og atkomu, og soleiðis fer tað at vera. Annars er at siga um gongubreytirnar í kommununi, at yvirhøvur eru tær breiðar og í góðum standi. - Okur hava nøkur børn í kommununi, sum ikki fungera við vanligum rørsluførleika, og jeg má siga, at jeg eri øgiliga glað fyri, at okur hava nýggjar stovnar, sum liva upp til krøvini um atkomumøguleikar. Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu heldur tað vera ógvuliga umráðandi hjá eini kommunu at rudda slóð fyri, at sosial samvera altíð skal kunna bera til hjá øllum borgarum. Hon sipar tó mest til, at atkomutilfeingið í eini kommunu ongantíð ekskluderar ein lítlan bólk, sum hevur trupulleikar so ella so við at røra seg. Hon heldur, at kommunan eigur at hava sum eitt tað fremsta málið at síggja til, at øll fáa rørt seg, sleppa framat, koma fram við góðum skúla, góðum stovnum og nøktandi tiltøk um, ikki minst sosialt. Meldursstaðurin Tórshavn Atkomuviðurskifti til bygningar skulu tryggja atgongd fyri øll. Bústaðir og aðrar bygningseindir skulu hava beinleiðis atgongd útifrá ella umvegis felags atkomuleið útifrá. Felags atkomuleiðir skulu vera nóg breiðar til ætlaðu nýtsluna, skulu kunna nýtast ótarnaðar í fullari breidd og skulu vera eyðkendar í tilfari, litum ella ljósi. Fría breiddin skal í minsta lagi vera 1,3 metrar (Brot úr Bygningskunngerðini 2017) Høvuðsstaður Føroya, Tórshavn, fevnir sum kommuna um Havnina, Argir, Hoyvík, Hvítanes, Kaldbak, Kaldbaksbotn, Kirkjubø, Kollafjørð, Norðradal, Oyrareingir, Signabø, Sund, Syðradal, Velbastað og oyggjarnar Hest, Koltur og Nólsoy. Í Tórshavnar kommunu búgva nú meira enn 21.000 fólk, 42 prosent av landsins fólkatali, sum er um 51.000. Hóast Havnin man vera ein av heimsins minstu høvuðsstøðum við umleið 13.000 íbúgvum, so er býurin ein sannur meldur av fólki, akførum, skipum og bátum. Um dagin eru tær gomlu, trongu gøturnar í miðbýnum og her um vegir um at hokna í tí støðuga ferðslumeldrinum og tí surrandi kappingini um parkeringspláss. Hin fjórði suðuroyingurin Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, er tann fjórði borgarstjórin, ið er ættaður úr Suðuroynni. Hon er vágbingur. Hinir eru Dennis Holm í Vági, Kristin Michelsen á Tvøroyri og borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, ið er ættað av Tvøroyri. Tilvildin - men Annika Olsen í Havn leggur fyri við at siga, at tá ið hon var landsstýriskvinna í innlendismálum, gjørdi hon ta fyrstu kunngerðina um atkomuviðurskifti hjá fólki, ið bera brek. - Jeg pressaði upp á at fáa kunngerðina ígjøgnum, tí at tað var umráðandi hjá mær at fáa regulerað viðurskifti. Kunngerðin hevði heimild í eini gamlari býarskipanarlóg frá 1954, sum ongar sanktiónsmøguleikar hevði. Tað bar sjálvandi í sær, at tað var ikki nøktandi. Tað var ikki optimalt. Annika Olsen setti samstundis arbeiðið í gongd við at gera eina samlaða landsbyggireglugerð og eina byggilóggávu, eina lóggávu, sum henda landsbyggireglugerðin kann hava heimild í við teimum veruligu sanktiónsmøguleikunum og tí, sum skal til fyri at handhevja eina slíka reglugerð. - Meðan okur bíðaðu eftir tí, so var hin kunngerðin sjálvandi í gildi, men nú hava okur fingið ta nýggju bygningskunngerðina frá 2017, sum jeg setti í gongd, og hetta er tað týdningarmesta, sum mann skal brúka at byggja eftir, og tað verður eisini gjørt í teimum byggiloyvunum, ið verða givin hiðani. Atkoman skal vera í lagi Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu leggur dent á, at øll viðurskifti í sambandi við atkomumøguleikar skulu vera í lagi, tá ið nýtt verður bygt. Men tað er bara í sambandi við nýbygging og stórar umvælingar, at tað ber til at handhevja bygningskunngerðina og fylgja við gongdini. - Trupulleikin hjá okum er eldri bygningar, tað er har, ið avbjóðingarnar eru, tí skuldi henda reglugerðin verið komin fyri nógvum, nógvum árum síðan, so okur eru afturúrsigld yvirhøvur, tá ið tað kemur til atkomuviðurskiftini, men okur eru rættiliga tilvitað um hetta. Annika Olsen sigur, at í ta nýggju málslýsingamannagongdina hevur kommunan fingið eina áminning um, at tað altíð skal vera í lagi soleiðis, at mann nú hevur gjørt alt túnið rundan um løgtingshúsið og til dømis ikki hevur hugsað um tey, sum eru bundin av rullustóli. - Tað er umráðandi, at mann alla tíðina verður mintur á tað, men okur hava eina góða umsiting, sum støðugt ger tað. Tann øgiliga ferðslan Borgarstjórin í Havn nemur eisini við teir ovurhonds stóru ferðslutrupulleikarnar í Havn, tí her er so trongt. Hon sigur, at tað millum annað kann loysast við at leiða ferðsluna øðrvísi og leggja infrakervið, ið skal til, rundan um býin og ikki fáa alt inn í sjálvan býin. Kommunan arbeiðir í løtuni við at fáa ein innkomuveg, ið fer at bøta nakað um ferðslutrupulleikarnar inni í býnum. Arbeitt verður við at fáa fleiri parkeringspláss, at fáa parkeringsviðurskiftini í rættlag fyri at minka um ferðsluna inni í býnum. - So tað verður arbeitt av øllum alvi at fáa færri bilar inn í býin, og kommunan fer nú undir at betra bussleiðina, soleiðis at fleiri kunnu fara við bussi, ið eru nokkso atkomuligir hjá fólki, ið bera brek, heldur Annika Olsen, sum eisini leggur áherðslu á, at tað eru hampiliga nógv parkeringspláss í býnum til fólk, sum bera brek. Tað er sjón fyri søgn, at hóast øll tey vanligu parkeringsplássini í býnum eru upptikin, so er næstan altíð pláss hjá teimum, ið bera brek. Tað vil siga, at tað verða alsamt fleiri parkeringspláss í Havn hjá teimum, ið bera brek. Allastaðni har, sum kommunan fremur stórar umvælingar við atliti at atkomuviðurskiftum til bygningar og inni í bygningunum. Nýtt og gamalt - Stórar umvælingar og nýbygging, tað fær kommunan handhevjað sambært bygningsreglugerðini, sigur borgarstjórin, men Annika Olsen nevnir eisini teir bygningarnar, ið standa lidnir, men sum standa við ongum ella tvørrandi atkomumøguleikum, tí fáur ella eingin hevur hugsað um tað. Hon sigur tó, at tey nýggju hotellini, ið verða bygd í næstum, lúka sjálvandi - sum hon tekur til - allar treytir í sambandi við atkomu. Juridiskt ber til at siga, at teir bygningar, ið vórðu bygdir, áðrenn bygningskunngerðin kom í gildi, og sum vórðu lógligir, áðrenn kunngerðin kom í gildi, vórðu eisini lógligir eftir, at kunngerðin kom í gildi. Kommunan hevur ikki møguleika fyri at fara út og krevja, at tey skulu bøta um viðurskiftini, men hon kann heita á tey, sum eiga bygningarnar, um at bøta um viðurskiftini, tí at tað eisini er gott hjá teimum. Tí eigur kommunan at koma við einari áheitan á myndugleikarnar, sum varða av almennum stovnum um at fáa atkomuviðurskiftini í rættlag og fáa bøtt um tað, sum ikki varð hugsað um í gomlum døgum. Tað góða umdømið - Tað tænir teimum at hava eitt gott umdømi, sigur borgarstjórin í Havn. Nú er Tórshavnar kommuna vorðin eitt eftir føroyskum viðurskiftum víðfevnt tænastuvinnustað. Her er stórt tænastuvinnuvirksemi við matstovum, kaféum, spælistøðum, barrum, hotellum og gistingarhúsum. Hjá kommuni er tað umráðandi at appellera til teirra, sum eiga og varða av tí gamla, at tey hugsa um tey, sum bera brek. Alt tað nýggja verður sjálvandi bygt eftir reglugerðini. Tað ber í sær, at við at hugsa um hesi viðurskiftini og fremja tey í verki víðkast metingin av einum landi í ferðavinnuhøpi. - Eitt er, at mann reklamerar við, at mann hevur reint umhvørvi og góða tænastu, men tað at mann hevur fyrilit við fólki, sum bera brek, kann bara vera og er sera umráðandi, sigur Annika Olsen, sum nemur við, at ein høvuðsstaður og eitt land avgjørt eiga at hava ta frægast møguligu tænastuvinnuna í huga. - Soleiðis er tað eisini, men okkurt kann vera betri. Verður hugsað um tíðarkarmin, sum fevnir um alt tað, ið eigur at verða gjørt fyri atkomuviðurskiftini í einari kommunu sum Havnini, so er tað sjálvandi sum alt annað ein spurningur um pengar, men Annika Olsen heldur, at verður væl lýst, og kommunan kemur við einum marknaðarátaki til frama fyri tænastuvinnuna og ferðavinnuna, so hjálpir tað væl í sjálvum sær. Ein eyka stjørna - Tí, sum sagt, hetta gevur tænastuvinnuni og ferðavinnuni eina eyka stjørnu. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu hevur hugsað leingi um eitt veruligt marknaðarátak. Tá ið hon sat í landsstýrinum arbeiddi hon við ætlanini um at skipa ein brekpolitikk, sum eisini fevndi um eitt marknaðarátak fyri landið sum heild til frama fyri atkomumøguleikar hjá øllum. - Og tað er so upplagt, at kommunan loftar bóltinum nú, tí tað er av so stórum týdningi fyri kommununa at hava eitt gott umdømi úti og heima. Fólk í koyristóli skulu sambært Anniku Olsen ikki sita har við tí kensluni, at tey ikki eru vælkomin, tí skal kommunan vera upplýsandi og áheitandi og vil hava hesi viðurskifti í rættlag. - Her verður bygt nógv í løtuni, skúlar, musikkskúli og annað mangt, og her verður alt gjørt av einslistum, sigur borgarstjórin, sum svam nógv fyrr og rennur nógv nú, men hon heldur tað vera ógvuliga langt úti, at ein býur sum Havnin, ið hevur tveir lutfalsliga nýggjar stórskúlar, og ein nýggjur er á veg, ikki hevur hugsað um svimjihylar í teimum nýggju skúlunum. Annika Olsen ætlar at skipa so fyri, at tær ymsu deildirnar í tænastuvinnuni, eitt nú matstovur og kaféir, fáa eina eyka stjørnu - eitt sertifikat - við at lýsa: "Her eru atkomuviðurskiftini í lagi!" Ein víðfevnd kommuna Hyggja vit at bygningunum, sum vórðu reistir í Runavíkar kommunu fyri einum hálvthundrað árum síðan og meira, tá ið alt økið fór at vaksa, kunnu vit hóskandi leggja fyri við tí gamla skúlanum á Glyvrum. Hann varð bygdur síðst í fimmtiárunum í trimum hæddum við ongari lyftu og nógvum trappum, og soleiðis stendur hann enn og umsitur viðurskifti hjá einum 3.800 borgarum í hesi víðfevndu kommunu, sum fevnir um Runavík, Æðuvík, Rituvík, Saltangará, Glyvrar, Lamba, Lambareiði, Søldarfjørð, Skipanes, Skála, Skálafjørð, Oyndarfjørð, Funning, Funningsfjørð og Elduvík. Vit kunnu í hvussu so er staðfesta, at fyri einari hálvari øld síðan hevur eingin hugsað um atkomu, als ikki, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Hyggja vit at ráðhúsinum í kommununi í dag, har eitt nú borgarstjórin heldur til gerandis, so er eisini tað í trimum hæddum. Ein hálvthundrað ára gamal rættiliga óatkomandi betongbygningur. - Ein vónleys uppgáva, hvat atkomu viðvíkur, sigur borgarstjórin. Skalt tú hava fatur á bókhaldinum hjá Runavíkar kommunu, skalt tú upp á triðu hædd ígjøgnum fleiri trappur. Tað vil siga, at tey, sum hava okkurt kropsligt tarn soleiðis, at tey ikki eru serliga mobil, tey hava ongan møguleika fyri at fáa ta tænastuna, tey vilja hava frá Runavíkar kommunu. Tíðir broytast Eitt, sum Runavíkar kommuna er serliga kend fyri, er, at hon hevur gjørt rættiliga nógv fyri, at tey, ið hava verið fyri avbjóðingum frá náttúrunnar hond, fáa eina góða viðferð soleiðis, at hond verður tikin um tey. - At tey fólkini eru blivin ein partur av samfelagnum her hevur í stóran broytt hugsanina, bæði hjá fólki og hjá myndugleikunum, tí at tey seinastu 20 árini - uttan at tað hevur verið ein politisk viðtøka - so hevur mann í øllum teimum íløgunum, mann hevur gjørt, hugsað til frama fyri tey fólkini. Hyggja vit at tí nýggja skúlanum, ið varð bygdur við Løkin fyri 12 árum síðan, so er hann í allar mátar atkomiligur hjá øllum, eisini hjá teimum, ið sita í koyristóli. - Og hyggja vit so at tí nýggju fimleikahøllini, ið varð bygd fyri nøkrum árum síðan, har ið tann gamla ítróttarhøllin eisini varð umvæld og dagførd fyri einar 45 milliónir krónur, so er alt somuleiðis gjørt í tí bygninginum soleiðis, at tað skal bera til at koma til tær tænasturnar, sum kommunan annars skal veita øllum borgarum. Munandi batnaður hugburður Jú, Tórbjørn Jacobsen heldur, at hugburðurin er broyttur ófatiliga nógv bara ta seinastu fjórðingsøldina, so at tað, ið kanska verður at síggja í Runavíkar kommunu, sum er hent við gamla kommunuskúla í Havn, er at brúka teir gomlu betongmúrarnar til okkurt annað enn til vanligt virksemi, sum er fyri øll. - Tað vil siga, at tað má haldast at vera ein skilagóð loysn at flyta seg frá einum skúla til eitt kollegium í tí, sum nú eitur Finsen, tí at tað ber sjálvandi til at seta lyftir upp í gomlum bygningum eisini. Lyftir eru settar upp í Glyvra skúla, og tað er ein góð hjálp, men sambært Tórbjørn Jacobsen er tað eingin nóg góð loysn. - Tú mást byggja ein skúla fram eftir jørðini soleiðis, at øll sleppa til. Borgarstjórin í Runavíkar kommunu heldur, at skulu vit konsentrera hetta málið, so snýr tað seg fyri ein stóran part um hugburð, og hugburðurin er broyttur til tað rætta. Hann er avgjørt broyttur tann rætta vegin í Føroyum yvirhøvur. - Henda avbjóðingin við teimum, sum frá náttúrunnar hond ikki vóru so væl útborin sum onnur, vórðu eksporterað av landinum. Vit eksporteraðu tað, sum vit í gásareygum skuldi vera ein trupulleiki. Hetta var næstan sum hjá nazistunum, vit reinsaðu bara samfelagið soleiðis, at bara tey í gásareygum normalu vóru eftir. Tað, at tey fólkini eru komin heimaftur, heldur borgarstjórin hevur havt ófatiliga stóran týdning. Sjálvandi hesi, sum nú eru, hava ongantíð verið burtur, men tað, at mann tók ta støðuna, at tey eisini skuldu vera partur av tí føroyska samfelagnum, hevur sett ómetaliga nógva ferð á. Tað var Javni, ið tók stigið fyrst í sjeytiárunum at fáa tey aftur higar, her tey hoyra heima. - Nú havi eg gingið í skúla í Havn, og at síggja hesi fólkini úti á gøtuni gjørdi tað, at samfelagið bleiv nógv størri og litríkari. Tórbjørn Jacobsen heldur, at tað er serstakliga hugaligt at staðfesta, at øll tosa á jøvnum føti við hesi fólkini, sum fyrr í tíðini vórðu deporterað til Danmarkar. Tað er ikki soleiðis í dag sum fyri eini hálvari øld síðan, at mann kanska smoygdi sær yvir um vegin. - Tann tíðin er farin, tey eru blivin ein púra implementaraður partur av samfelagnum, og tað er gott! Atkomandi ráðhús óvanlig enn Tað hevur ikki verið vanligt at byggja ráðhús í Føroyum við atkomiligheit í huga. Nú er tað gjørt í Gøtu, og tað varð gjørt í Sandavági í síni tíð. Annars hava vit bygt ráðhús eftir einum óbrúkiligum leisti. Ráðhúsið í Runavík kann ikki brúkast, tí at tað eigur ikki at vera so trupult at koma at fleiri funktiónum í einari kommunu, at tú næstan skalt vera fimleikari fyri at klára tað. - So, at vit skulu rokna við, at tað hendir eitt ella annað - ikki í morgin - men tað er komið í tankan, sigur Tórbjørn Jacobsen. Runavík er ein av teimum býunum, sum liggur fram við einum fjørði upp á sama máta sum Tvøroyri. Tað er øgiliga torført at finna eina miðju í einum býi, sum liggur í einari líð við einum vegi ígjøgnum, og tað er tað, sum tey eru í ferð við at finna útav nú. Í tí sambandinum hava tey tosa nokkso nógv um, hvar ið eitt ráðhús kundi staðið í tí miðjuni. So tey rokna við, at innanfyri tey næstu árini, so hava tey eitt ráðhús, sum eisini er atgongiligt hjá øllum, sama hvussu fólk annars eru útborin. Tekniskt er Runavíkar kommuna tann størsta kommunan í landinum, tí at geografiskt er hon øgiliga víð og sett saman av 15 bygdum. Tú skalt altso hava 15 spillivatnsætlanir í Runavík - Men tað forðar ikki fyri, at vit í hvussu so er ganga fremst í hesum tankanum um, at atgongiligheitin hjá fólki skal vera so optimal sum yvirhøvur gjørligt, og at vit lúka allar tær treytir, ið krevjast í 2018 í einum modernaðum samfelag. Ætlar at seta sjøtul á Júst við ráðhúsinum í Runavík, so kundi Tórbjørn Jacobsen hugsað sær at sett sjøtul á ætlaninar um atkomuligheitina í kommununi. Hann hevur bara sitið í borgarstjórasessinum í tvey ár, og um hansara ætlan verður framd í verki tey bæði næstu árini, hann hevur eftir sum borgarstjóri, fær hann ikki lovað, men allir býráðspolitikararnir í kommununi eru sinnaðir at fara tann vegin. - So tað skal mann rokna við, staðfestir Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Tey eru í ferð við at gera eina kai fyri 45 milliónir krónur. Hon er um at vera liðug. Tey fara at byggja eina svimjihyl, ið fer at kosta 100 milliónir, og hann verður í øllum viðurskiftum atkomandi hjá øllum. Runavíkar kommunan hevur í sambandi við undirsjóvartunnilin, sum er í gerð, rættiliga nógvar avbjóðingar. Kommunan er ikki liðug at samráðast við landsmyndugleikarnar enn um útlitini fyri atkomumøguleikunum. Tey tingast um, hvussu tað reint tekniskt skal gerast og um, hvussu tann búskaparligi parturin av tí skal loysast. - Vit vita ikki, hvat vit flóta í so máta reint fíggjarliga, so tað er eitt sindur trupult at disponera við pengunum akkurát nú, inntil vit hava funnið eina loysn við landið um vegin, tí hann fer at kosta rættiliga nógv. Samanumtikið er Runavíkar kommuna á veg við atkomuloysnum, men tað kostar, tað er torført, og tað tekur tíð at koma burtur úr tankaloysinum, ið hevur valdað. Ágrýtni valdar í Klaksvík Klaksvíkar kommuna er Føroya næststørsta kommuna og fevnir um Klaksvík og bygdirnar Ánir, Árnafjørð, Húsar, Mikladal, Norðoyri, Strond, Svínoy, Syðradal og Trøllanes. Til samans er fólkatalið í Klaksvíkar kommunu nakað omanfyri 5000, tað var sambært Hagstovu Føroya neyvt 5.117 1. januar 2018. Tað, sum vit hava fokuserað uppá, er at gera atkomuviðurskiftini betri, og tá ið tað eru nýggjar verkætlanir, ganga við øgiliga høgt uppí at fáa tað nýggjasta og tær bestu loysnirnar fyri at fáa atkomiviðurskiftini so góð sum gjørligt hjá koyristólabrúkarum og illa gongdum og fólki yvirhøvur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Hann røður um miðbýarætlanina, sum skapar ein nýggjan býarkjarna í Klaksvík. Her leggur kommunan alstóran dent á, at tað skal vera atkomandi allastaðni í koyristóli, eisini inni á torginum, og tí, sum hevur við torgið at gera, og í íbúðirnar har um vegir. Víðfevnd inntriv Tá ið tað ræður um gamlar bygningar hevur kommunan roynt at dagføra fleiri av teimum. - Til dømis hava vit havt eina tannlæknastovu í skúlanum, sum eingin lyfta ella nakað tílíkt hevur verið í, tað fingu vit gjørt fyri einum tveimum árum síðan ella so. Har varð altso alt dagført av nýggjum, lyfta varð sett í, og inntrivið varð so mikið stórt fyri at kunna fáa atkomuviðurskiftini hjá koyristólabrúkum í rættlag, og tað sama er gjørt í BankNordikbygninginum, og har sum Heilsutrygd heldur til og námsfrøðiliga ráðgevingin hjá kommununi, Sernámi og Gigni og aðrir kommunalir stovnar halda til. - Í tí leigumálinum tryggjaðu vit okkum, at lyfta er sett í til allar tríggjar hæddirnar, annars hevur BankNordik ikki havt lyftu í bygninginum hjá sær, sigur borgarstjórin. Bygningurin hjá BankNordik er tann gamli bygningurin hjá gamla Føroya Banka. Hann er dagførdur soleiðis, at nú eru atkomuviðurskiftini har fingin í rættlag. Dagførdar gongubreytir Borgarstjórin í Klaksvík nemur við tað, hann rópar eina lítla detalju. Tað er, at tá ið kantar á gongubreytum verða gjørdir, eigur at verða roynt at savna seg um, at teir eru skornir niður. Hetta er eitt, sum kommunan hevur lagt størri dent á tey seinnu árini. Hetta er rætt og slætt ein býráðsamtykt at ganga meiri upp í arbeiðið at gera hóskandi kantar á gongubreytum. Tað er altso umráðandi at leggja upp fyri, at kantarnir eru skornir niður soleiðis, at eingin høgur kantur er nakrastaðni, og soleiðis er lættari at sleppa upp á gongubreytina við eitt nú koyristóli. - Hetta er vist nakað, ið vit ikki altíð hava hugsað so nógv um, men tað hevur nokkso stóran týdning, sigur Jógvan Skorheim. Tað slepst væl inn í býbussarnar í Klaksvík. Teir eru rættiliga lágir aftan, so tað ber til at sleppa inn til dømis við koyristóli. Eftir forskriftunum Á læknaviðtalunum í Klaksvík er eisini lyfta millum hæddirnar. Við vágna, har eldraøkið heldur til, er gjørt eftir forskriftunum bæði við breiðum hurðum og lyftu. Men tann stóra avbjóðingin hjá Klaksvíkar kommunu er sum alla aðrastaðni nógvir av teimum gomlu bygningunum, har neyðugt er at gera inntriv og loysa atkomuviðurskiftini, sum er eitt, tey ikki hava hugsað so nógv um fyrr. Tað var ikki hugburðurin fyrr, men borgarstjórin í Klaksvík er so mikið ungur, at hann hugsar á nýggjari breyt. Hann sigur, at tað er alneyðugt við inntrivum fyri at kunna loysa tann stóra trupulleikan við óatkomuviðurskiftunum í gomlum bygningum. Sjálvt býráðshúsið í Klaksvík er nú ein gamal bygningur, men maðurin, ið læt hann byggja, Erling Laksafoss, var so mikið framsøkin, at hann setti lyftu í húsið alt fyri eitt, millum annað tí at hann hevði ætlað, at húsið skuldi vera tjóðbanki. Ásýniligur miðbýur Í Klaksvík er stór nýbygging í gongd. Bústaðir byggja einar 36 íbúðir í miðbýnum og harumframt verða handilshøli í nýggju byggingini, sum í øllum lutum er atkomandi hjá øllum. Hetta er tað størsta húsið, sum verður bygt nú, og húsarhaldsskúlin fer sambært Jógvani Skorheim í gongd skjótt. Borgarstjórin í Klaksvík sigur, at miðbýurin fer at broyta Klaksvík rættiliga nógv, bæði fyri samansjóðingina mentalt, og eisini tí, at tá ið Dúgvan gavst at sigla, eftir at Norðoyatunnilin læt upp í 2006, misti Klaksvík eitt sindur av sjálvari sosialiseringini, tí at har møttist øll. Endamálið hjá fólki tá var at koma um fjørðin. Jógvan Skorheim harmast um, at tað gongur so seint við íbúðarbyggingini í miðbýnum, sum skjótt hevur vart í næstan trý ár, tí hann heldur, at fólk hava fingið ta fatan, at hetta bara dregur út, og tey hava ikki fingið seg at trúgva, at miðbýarætlanin verður til nakað. - Men vit hava havt øgiliga stórt fokus á, at nú skal tað vera ítøkiliga. Spennandi íbúðarbygging Tann nýggi bygningurin í miðbýnum fer umframt íbúðir, at hýsa handilshølum í niðastu hædd. Ein sjálvsognarstovnur, sum eitur Kráarbrekka, eigur bygningin, og Bústaðir fara at umsita øll leigumálini í bygninginum, ið er innrættaður eftir øllum kravdum ásetingum, og tað er, at har er atkomandi hjá øllum. Allar hurðar eru í kravdari breidd, og lyfta er til allar hæddir. Tað verður eisini atkomandi hjá øllum í niðastu hædd, har handlar og annað tænastuvirksemi verða innrættað. Íbúðirnar í bygninginum eru ymiskar, og Bústaðir og kommunan hava skyldu til at seta fimtuhvørja íbúð av til fólk við skerdum førleika, tað er fólk, ið bera brek. - Lagt er upp fyri, at í øllum miðbýarøkinum í Klaksvík skalt tú kunna koma runt í koyristóli. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur seg vera varnan við tí byggiboominum, sum í løtuni merkir búskapin í landinum. - Tað, sum vit hava gjørt, síðan eg bleiv borgarstjóri, er, at vit hava lagt pening til síðis fyri at kunna fremja stór prosjekt uttan lántøku. Fíggjarliga lagt upp fyri Klaksvíkar kommuna hevur tey seinastu níggju árini goldið 70 milliónir krónur aftur í skuld, so møguleikarnir eru heilt góðir, um tað verða ringar tíðir aftur. Samstundis hevur kommunan savnað umleið 60 milliónir krónur saman gjøgnum hesi árini til at fremja prosjektið nú, og har er til dømis skúlabyggingin, sum kostar 107 milliónir. Henda byggiætlan verður fíggjað og framd uttan nakra lántøku. Kommunan heldur fram við miðbýarætlanini og fleiri øðrum ætlanum, tí hon planlegði longu í 2013, at Klaksvík skuldi hava rennibreyt í 2019, skúlin skuldi vera liðugur í 2019 eisini, og har er planlagt soleiðis, at peningur er tøkur til at fíggja ætlaninar. Tá ið verri tíðir koma, so hevur kommunan altíð tann møguleikan, at hon kann fara út og læna pening. So rásarúmið er vítt, men við tí framgongd, sum hevur verið, hevur kommunan altso spart upp, so at hon er før fyri at fremja sínar aktuellu verkætlanir. Svimjihøllin mennist Svimjihøllin í Klaksvík er landsins elsta og tí fleiri ferðir dagførd, og nú er eitt nýtt vælveruøkið komið aftrat við gosbað, og har er tað gjørt í slíkari hædd, at kemur tú til í koyristóli, so sleppur tú í gosbaðið uttan at verða serliga tarnaður. Svimjihøllin fær eisini dampbað og infrareyða sauna til fólk, sum hava aðrar trupulleikar sum til dømis húðsjúku og gikt. Tó, eisini í Klaksvík eru nógvir eldri bygningar, har atkomuviðurskiftini ikki eru fingin í rættlag. Tað viðgongur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, men tað fer kommunan at royna at gera nakað við sum frá líður. Í sjálvum býráðshúsinum í Klaksvík er yvirhøvur væl fyriskipað, men enn er einki handikappvesi í bygninginum. Heysta fruktirnar - Tað mugu vit syrgja fyri verður gjørt, sigur Jógvan Skorheim, sum heldur, at tað, sum eyðkennir alla tilgongdina í Klaksvíkar kommunu, er, at hon legði eina ætlan í 2010 um, at tey vildu hava fleiri fólk til Klaksvíkar, tey vildu fjøltátta bústaðarmarknaðin, lokka tey útbúnu heimaftur og hjúkla um upplivingarvinnuna við Summarfestivalinum, Sjómannadegnum og øllum tí, sum í roynd og veru eyðkennir Klaksvík sum ein ágrýtin kommuna. Um tvey-trý ár er miðbýurin liðugur, vælverudepilin og rennibreytin verða liðug, og nýtt teppi verður lagd á fótbóltsvøllin, og mentanarhúsið verður alsamt meiri víðfevnt. - Vit eru nú komin hagar, at nú fara vit at heysta fruktirnar av tí, sum vit settu í gongd í 2013, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Føroya næststørstu kommunu. Niðurstøður hjá ST-nevndini og hvat so? Ein av niðurstøðunum hjá ST-nevndini, ið vóru sendar Føroya Landsstýri sum svar upp á skuggafrágreiðingina hjá MEGD í 2014, er, at nevndin mælir Føroya Landsstýri til at seta í verk munagóðar brekpolitiskar virkisætlanir, so sáttmálin fæst at virka í Føroyum. MEGD hevur síðan niðurstøðurnar komu frá ST-nevndini í 2014 javnan verið í sambandi við Føroya Landsstýri viðvíkjandi einari brekpolitiskari ætlan, men tað gongur rættiliga seint at fáa nakað greitt svar uppá, hvat mann ætlar á hesum økinum. MEGD vil síggja eina ítøkiliga ætlan fyri, hvat Føroya Landsstýri ætlar at gera tey næstu 10 árini. Vit vita væl, at nógv er hent tey seinastu fýra árini, men fyri okkum hevur tað stóran týdning at síggja, hvat Føroya Landsstýri ætlar við brekøkinum í Føroyum. Vit sakna eina virkisætlan við tíðarfreistum, har tilskilað er, hvørji tiltøk eru neyðug fyri, at sáttmálin skal koma at virka í Føroyum. Eitt samfelag fyri øll eru føgur orð, men hvussu koma vit hartil, at vit kunnu siga, at Føroyar eru eitt gott land at búgva í hjá fólki, ið bera brek? Hvussu skulu vit arbeiða fram ímóti at fáa eitt samfelag, sum rúmar ymiskleikanum? Eitt samfelag, har øll sleppa at brúka sínar gávur? Eitt samfelag, har børn, ung og vaksin, ið bera brek, hava somu møguleikar sum onnur at brúka sínar førleikar og somu ábyrgd fyri egnum lívi sum øll onnur. Nær ætlar Føroya Landsstýri at seta í verk nýggjar víðfevndar tvørgeiralóggávur ímóti mismuni, sum víðkar verjuna út um arbeiðsmarknaðin? MEGD saknar, at mann tekur ítøkilig stig ímóti mismuni vegna brek, og hetta eigur at síggjast aftur í, at mann politiskt gongur á odda fyri at verja sáttmálan við at tillaga og gera nýggjar lógir, so at niðurstøðurnar hjá ST-nevndini verða fylgdar. Hvørji stig ætlar mann at taka viðvíkjandi bústaðarviðurskiftum hjá fólkum, ið bera brek? Nær ætlar mann at broyta hugburðin um, hvussu nógv fólk skulu búgva saman á einum stovni? Nær ætlar mann at seta grein 19 í sáttmálanum í verk í Føroyum? Alt hetta eru ítøkiligir spurningar, ið mugu loysast, um vit skulu tosa um, at samfelagið er fyri øll. Ein forðing fyri inklusjón eru stovnar, har persónar, ið bera brek, liva avbyrgdir frá nærumhvørvinum ella samfelagnum. Føroya Landsstýri má arbeiða fram ímóti, at øll fólk, ið bera brek, frítt kunnu velja hvar og saman við hvørjum tey vilja búgva og ikki skulu vera noydd at búgva á stovni ella stovnslíknandi bústøðum. Rætturin til at vera tikin við í samfelagnum ber í sær, at mann arbeiðir fyri, at fólk, ið bera brek, hava møguleika fyri at brúka tey tilboð, sum eru í samfelagnum. Fyri at tey skulu kunna koma allastaðni, er neyðugt, at atkomuviðurskiftini eru í lagi allastaðni, og at tey kunnu brúka almenna ferðaflutningin, og at hesin er atkomuligur. Fyri at vit skulu kunna kalla okkum eina tjóð, ið er fyri øll, er neyðugt, at Sveisiski listamaðurin Daniel Berset hevur skapað stólin, ið stendur uttanfyri ST-høvuðsborgina í Gen`eve fyri at minna á, at landminur ongantíð aftur verða lagdar í jørðina øll hava sama rætt til tað tilfeingi, sum er í hesum landi. Vit skulu ikki fara longur enn til okkum sjálvi fyri at vita, hvat vit vildu funnið okkum í. Um vit halda okkum hava rætt at velja hvar og saman við hvørjum vit vilja búgva, hvussu ber tað so til, at vit halda, at vit skulu gera av, hvar og saman við hvørjum onnur skulu búgva? Í mínum hugaheimi er einans eitt slag av fólki, og har eru vit øll líka. Sjálvandi er tað ymiskt, hvussu vit eru fyri, men vit hava øll sama rætt, somu virðing og tign íbornað, og vit eiga øll somu ómissandi rættindi. Mín vón er, at politiski myndugleikin tekur ST-sáttmálan í álvara, og ger eina brekpolitiska ætlan, har tað er greitt, hvat mann ætlar og nær. Fyri at ætlanin skal eydnast, er neyðugt, at tað er greitt, hvør hevur ábyrgdina av, at ætlanin verður framd. Vit vilja øll, at Føroyar skulu vera eitt gott land hjá øllum at búgva í, og við einari brekpolitiskari ætlan, ið leggur upp fyri øllum viðmerkingunum frá ST-nevndini, fer hetta at eydnast. Ása Olsen, fyrrverandi aðalskrivari hjá MEGD. Vit eita MEGD Í rúma tíð varð tosað um, at meginfelagið átti at fingið nýtt navn. Tosað varð í fleiri umførum við limafeløgini, har semja eisini var um hetta. Í oktober 2017 varð so navnakapping útskrivað, og tá ið freistin at senda uppskot inn var farin, vóru 158 uppskot innkomin. Starvsnevndin fekk til uppgávu at arbeiða víðari við navnabroytingini. Í mars 2018 var greitt, at meginfelagið skuldi eita MEGD, sum er nýtt føroyskt orð. Tað er eisini eitt orð, ið hevur positiva merking. Orðið verður í hesum føri brúkt sum sernavn. Tað vóru tey bæði, Hilmar Eliasen og Dorrit Olsen, ið sendu uppskotið MEGD inn til navnakappingina, og tey grundgóvu millum annað við, at MEGD merkir megi og styrki og setir fokus á møguleikarnar hjá einstaklinginum og felagnum heldur enn forðingarnar. Orðið er stutt og lætt. Orðið hevur ongar serføroyskar bókstavir, so tað ger tað lættari við telduposti, heimasíðu og altjóða samstarvi, og tað var eykaaðalfundurin í mars, sum samtykti broytingina. Búmerkið hevur Else Sjúrðaberg, grafikari, gjørt eftir áheitan frá starvsnevndini. Um búmerkið sigur Else: MEGD er skrivað eitt sindur øðrvísi - á ein viðarbul. Tankin við at skriva MEGD soleiðis er, at lívið er ikki bara beint fram. Vit møta avbjóðingum í lívinum, sum hava við sær, at vit fara umvegir, niður á næstu reglu - tað ger einki - viðhvørt høvdu vit ikki vilja verið tað fyri uttan. Viðarbulurin. Sprotin sigur: "viðarbulur: meginlutur av træ ið greinar vaksa út frá". Hetta er eitt góð mynd av MEGD, sum er sterkt og sjálvur bulurin í trænum. Viðarbulurin leggur lunnar undir, at greinar og bløð nørast. Grøni liturin er tekin um ró, nøring, vøkstur, orku og tryggleika. Skapið á viðarbulinum er ein ófullkomin rundingur. Fólk fara óivað ikki at vita, at hetta er ein viðarbulur, men undrast á, hví skapið er so. Síðan verður spurt, og høvi gevst at greiða frá og fáa samtalur í gongd. Ringurin á viðarbulinum kann eisini ímynda vernd og felagsskap. Nýggja slagorðið gjørdist út frá hesum: Saman við MEGD megna vit! MEGD nýggjan aðalskrivara 1. september tekur Jónvør Christiansen við starvinum sum aðalskrivari í MEGD. Seinastu seks árini hevur Ása Olsen røkt starvið sum aðalskrivari, og starvsnevndin í MEGD takkar henni fyri framfýsni, dugnaskap og nærlagni í starvinum. Tað er serliga arbeiðið við skuggafrágreiðingini til ST, sum fylti nógv frá fyrsta degi. Her setti Ása skjótt út í kortið og var ikki bangin fyri at taka av avbjóðingini. Úrslit sást týðiliga í niðurstøðunum, sum seinni vórðu sendar Føroya Landsstýri. Ása hevur eisini verið ein dyggur viðspælari hjá politiska myndugleikanum, sum í fleiri umførum hevur víst henni álit. Hetta hevur gjørt sítt til, at MEGD hevur sæð batar á fleiri økjum í samfelagnum. Jónvør Christiansen situr nú í sessinum sum aðalskrivari. Jónvør er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur drúgvar royndir bæði sum leiðari og verkætlanarleiðari. Hon hevur eisini eftirútbúgvið seg tey seinastu árini. Í sínum virkna arbeiðs- og lestrarlívi hevur Jónvør vunnið sær víðan fakførleika, kunnleika og praktiskar royndir á viðkomandi økjum og hevur eisini royndir at fremja fyriskipanir í verki. Jónvør hevur seinastu árini arbeitt við Dygd og Menning hjá Tórshavnar kommunu. Við hesum ynskir starvsnevndin í MEGD Jónvør hjartaliga til lukku við starvinum og gleðir seg til gott samstarv, ið heilt vist fer at leiða føroyska samfelagið uppaftur longur á javnrættindaleið. Vegna starvsnevndina í MEGD TÓRA VIÐ KELDU forkvinna Jónvør fegnast Tað er við gleði, at eg nú siti í starvinum sum aðalskrivari hjá MEGD frá 1. september í ár. Eg havi við áhuga lisið bókina Søgan um okkum 1981-2011, sum Erhard Jacobsen skrivaði. Bókin lýsir søguna hjá MEGD (MBF) og fjølbroytta virksemið hjá felagnum hesi mongu ár í arbeiðinum fyri javnrættindum hjá fólki í føroyska samfelagnum, sum bera brek. Arbeiðið hevur givið úrslit, og í 2009 samtykti Føroya Løgting ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek. Fyrstu tíðina í starvinum fari eg at nýta til at seta meg inn í viðurskiftini á økinum og at kunna meg um, hvat forkvinna, starvsnevnd og tey 24 limafeløgini hava arbeitt við og hoyra teirra hugsan um hvørja kós, tey ætla at seta frameftir. Tað er við stórari virðing fyri teimum, sum hava brotið slóð og gingið undan, at eg taki við týdningarmikla starvinum sum aðalskrivari hjá Megd. Eg vóni, at mínar arbeiðsroyndir við menniskjum, fyrisiting og menning og mín bakgrund í sjúkrarøkt, hvørs grundarlag sambært yrkisetisku leiðreglunum skal vera virðingin fyri lívinum og tignini hjá hvørjum einstøkum menniskja, grundað á virðing fyri grundleggjandi mannarættindum, kann vera við til at stuðla undir arbeiðið, sum hevur verið og framhaldandi verður ment av fjølbroytta liðnum hjá Megd. MEGD stimbrar Sum aðalskrivari í MEGD hevur høvuðsuppgávan í tøttum samstarvi við forkvinnuna verið at vísa á tey viðurskiftir, ið eru neyðug at broyta, um vit skulu tosa um eitt samfelag fyri øll. ST-sáttmálin fyri einstaklingar, ið bera brek, er grundarlagið undir øllum arbeiðinum hjá MEGD, og tað hevur verið umráðandi at tryggja, at føroyska lógarverkið byggir á grundreglurnar í ST-sáttmálanum. Fyri at kunna síggja batar á brekøkinum er neyðugt við góðum samstarvi við politiska myndugleikan og embætisfólkini. Tað er somuleiðis neyðugt, at MEGD ikki bara vísir á tað, ið manglar, men at MEGD er ein aktivur viðspælari við at koma við boðum uppá, hvussu ein kann loysa avbjóðingarnar. MEGD smæðist ikki burtur, hvørki í føroyska samfelagnum ella altjóða, og tað hevur felagið víst við at ganga undan á nógvum økjum. Skugga-frágreiðingin og niðurstøðurnar hjá ST-nevndini hava víst, at MEGD stendur ikki aftanfyri tey stóru londini, men er minst líka væl fyri sum tey á tí økinum. Mangan er tað hugburðurin, ið avmarkar okkum, og tað er mín vón, at MEGD framhaldandi fer at ganga á odda og vísa vegin bæði í Føroyum og í londunum rundan um okkum á brekøkinum. Vit skulu hava gott samstarv við politikarar og embætisfólk, men mest umráðandi er at hava gott samstarv við starvsnevndina og limafeløgini í MEGD, sum eru lívæðrin í felagnum. MEGD hevur eina góða og vælvirkandi starvsnevnd og somuleiðis eina dugnaliga og virðiliga forkvinnu, ið megnar at seta brekøkið í fokus. Nakað, ið altíð verður brúkt í Norðurlendskum arbeiði er hetta: Einki um okkum uttan okkum. Hetta kemur væl til sjóndar í MEGD við at forkvinnan, ið sjálv ber brek, er myndin hjá felagnum út til samfelagið. Sum orðini siga, einki um okkum uttan okkum er ein stórur veruleiki, tí hetta haldi eg er ein grundin til, at MEGD er sjónligt á so nógvum økjum bæði í Føroyum og í norðurlendskum høpi. Mín vón er, at limafeløgini í MEGD duga at síggja tann fyrimunin, sum tað er at hava eina sjónliga forkvinnu, og í allar mátar eru við til at stuðla upp um bæði hennara arbeiði og annars alt arbeiði, ið verður gjørt í gerandisdegnum hjá MEGD. Nú eg eri farin í annað starv, takki eg tykkum øllum, ið varða av MEGD, fyri hesi seks spennandi árini eg havi starvast í felagnum. Eg fari somuleiðis at nýta høvið at ynskja nýggja aðalskrivaranum, forkvinnuni og annars øllum tykkum, ið leggja alla tykkara orku í at betra umstøðurnar hjá fólkum, ið bera brek, alt tað besta. Ása Olsen fyrrverandi aðalskrivari hjá MEGD Ongan hug at knarra Hanus Samróð, masterlesandi í stjórnmálafrøði og fyrrverandi løgtingsmaður, sum býr í Havn, hevur vøddasvinn. Hann setur seg stundum í sín nýfingna koyristól. Hann sigur seg hava vunnið sítt frælsi við at koma fram, hagar hann ætlar sær í koyristólinum, men avbjóðingar eru allastaðni. Hugsa vit til dømis um bygningin, har Almannaverkið heldur til, hevur tú eina móttøku, og skalt tú koma fram til lyftuna, skalt tú upp eftir nøkrum trapputrinum, og hetta er almanna- og heilsuverkið, so reint symbolskt áttu vit í hesum sambandi at hugt inneftir at ministeriinum fyrst, sigur Hanus Samró, sum eisini nevnir løgtingshúsið og Landsskjalasavnið. Í løgtingshúsinum er ein inngongd við trimum trapputrinum, og við síðuna av er ein onnur inngongd til koyristólar. - Tað er eitt sindur skeivt, haldi eg, at tú hevur tvær inngongdir, aðra at ganga ígjøgnum og hina at verða smuglaður inn ígjøgnum bakdyrnar. Hanus Samró spyr, um vit ikki kundu borið so í bandi, at inngongdin til parlamentið er ein einasta hurð, og tað er líka mikið, um tú gongur ella situr í koyristóli. - Tað er nakað, sum tú kundi orðnað við eini lítlari rampu, tí eg haldi, at symbolskt er tað óheppið, at tú verður noyddur at smugla fólk um bakdyrnar. Hanus gongur meira enn so, men trappur eru líka stórur meinbogi hjá honum, um hann situr í koyristóli ella er til gongu. Hann heldur, at atkomuviðurskiftini eru heilt góð í nýggjum bygningum, men í teimum gomlu bygningunum við nógvum trappum er ógvuliga torført at koma fram. Gongubreytirnar eru heilt hampiligar, tó ikki so atkomiligar sum í eitt nú Paris. Alment byggjarí skal lúka ásettar treytir. Vit tí privata er nakað øðrvísi. Tí privata er ikki beinleiðis álagt at syrgja fyri, at atkomuviðurskiftini eru í lagi. Her er tað heldur ein spurningur um ans. Eitt dømi eru tey vánaligu atkomuviðurskiftini í biografinum í Havn. Eitt annað dømi er flogvøllurin í Vágum. Har hava tey ikki investerað í nakran arm, men tey hava eina lyftu. - Tað er fínt, men lyftan verður ofta brúkt til rusk og lutir og ting, ið skulu lyftast upp í flogfarið. Hanus Samró hevur eina ferð upplivað, at hann bað um lyftuna, tí tað var hált og nógvur vindur. Lyftan varð verandi úti hjá flogfarinum, og Hanus skuldi ganga einar hundrað metrar frá gatini út til lyftuna. Ein maður kom, Hanus fekk hildið í armin á honum og gekk soleiðis út til lyftuna. Hanus heldur, at tað hevði verið rímiligt, at lyftan kom heilt til gatina. Hetta eigur at fáast í rættlag, sigur hann. Í slíkum føri eigur eingin ivi at valda, men tað er kortini ein royndur lutur, at ivin spøkir nógvastaðni fyri ikki at siga allastaðni, tí at hóast tann veruleika, at alt verður gjørt fyri at gera vart við atkomumøguleikar og tvørrandi atkomumøguleikar, so kundi verið líkt til, at áminningarnar eiga at verða støðugt herdar og endurtiknar. Jú, málið verður rokkið, men tíðum flytur tað seg sum steinurin hjá Sisyfos í griksku mytologiini. Eitt virkið lív Hvørt ár uppliva fleiri, at lívið fær eina bráa vend. Vanliga eru tey partur av einum virknum gerandisdegi, men alt í einum verður gerandisdagurin fyltur av ókendum avbjóðingum. Nú er tað knappliga blóðtøppur, heilabløðing ella varandi sjúka, ið seta dagsskránna. Onnur hava kent líknandi avbjóðing alt lívið. Hetta ger ikki avbjóðingina minni - kanska øðrvísi. Tað, sum tó er felags fyri báðar partar, er, at øll, ið fáa eitthvørt at stríðast við, vilja vera partur av einum mennandi gerandisdegi saman við øðrum. Uttan undantak. Tí hevur tað týdning, hvussu skipanir uttan um hesi eru skipaðar, tí tær eru sjálv fyritreytin fyri tað virkna lívið. Orð sum habilitering og rehabilitering eru kend. Tey verða í grein 26 í STsáttmálanum um rættindi hjá ein staklingum, ið bera brek, nevnd menning (habilitering) og endurmenning (rehabilitering). Ásett er í sáttmálanum, at Føroyar skulu taka munadygg og hóskandi stig til at gera fólk, ið bera brek, før fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan, sálarligan, sosialan og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. Tí skulu Føroyar skipa, styrkja og víðka víðfevndar menningar og endurmenningartænastur og skipanir, serstakliga á heilsu, starvs, útbúgvingar og almanna økinum soleiðis, at hesar tænastur og skipanir. Víðari skulu Føroyar virka fyri at menna byrjanarútbúgving og framhaldsútbúgving fyri fakfólk og onnur starvsfólk, sum arbeiða í menningar og endurmenningartænastum, og virka fyri, at hjálpartól og tøkni, sniðgivin til fólk, ið bera brek, verða tøk, at kunnleiki er um tey, og at tey verða nýtt í sambandi við menning og endurmenning. Hvørjar møguleikar hava borgarar í dag, tá ið talan er um menning og endurmenning? Hetta spyrja vit í blaðnum og geva eina mynd av, hvussu støðan er í Føroyum. Í Vælferðarlógini eru nýggj hugtøk sum t.d. endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing, og tí spyrja vit eisini, hvussu hesi hugtøk skulu skiljast í sambandi við menning og endurmenning. MEGD ynskir tær ein virknan og mennandi gerandisdag og góðan lesihug! TÓRA VIÐ KELDU forkvinna í MEGD. Endurmenning í Føroyum Orðaskifti um rehabilitering - endurmenning - hevur mangan verið í Føroyum tey seinnu árini. MEGD fegnast um, at í Samgonguskjalinum 2019 stendur, at rehabiliteringin skal styrkjast um alt landið, og ein yvirskipað lóg skal tryggja, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi. Rehabilitering er eitt altjóða rák, tá ið tað ræður um spurningin um at veita samskipaðar heildartænastur á almanna og heilsuøkinum, har sjóneykan er á lívsdygd, mannarættindi og eins møguleikar hjá fólki, ið bera brek. Brek er sambært STsáttmálanum varandi likamlig, sálarlig, vitborin og kenslulig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar kunnu forða fyri, at fólk til fulnar og virkin kunnu vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Hvat er rehabilitering í grundini? Sambært World Report on Disability (Heimsfrágreiðingin um brek) er rehabilitering: átøk, ið stuðla tí einstaka, sum livir við, ella sum sannlíkt fer at liva við tvørrandi førleika at røkka og varðveita besta førleika til at vera virkin í sínum umhvørvi. Sambært WHO er endamálið við rehabilitering: Føroyska orðið fyri rehabilitering er endurmenning. ST-áttmálin nýtir harumframt orðið habilitering, sum umsett til føroyskt eitur menning. Síðan hava vit hugtøkini endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Hvørjar hugsanir og atgerðir eru aftanfyri hesi hugtøkini, og hvat er munurin? Og eru øll í veruleikanum ikki partur av somu søk? MEGD-blaðið fer at varpa ljós á rehabilitering, og vónandi kann tað gera sítt til at geva eina greiðari fatan av, hvat rehabilitering snýr seg um, men vit vilja serliga vísa á, hvussu føroyingar, ið hava brúk fyri rehabilitering í víðari merking, kunnu fáa munadyggar, heilsustimbrandi tænastur, so teir fult kunnu vera við í føroyska samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Bakgrund Í greinini hjá Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen er allýsingin av rehabilitering hjá Marselisborg og góð frágreiðing um, hvat endurvenjing og viðvíkahaldsvenjing er. Vit fara at hyggja at, hvussu tey ymisku orðini verða brúkt í føroyskum samanhangi. Niðanfyri er samanumtøka av hugtøkunum, lýst í føroyskum lógarteksti og ST-sáttmálanum. ST-sáttmálin Sum nevnt brúkar ST-sáttmálin orðini rehabilitering, sum á føroyskum eitur endurmenning og habilitering, sum eitur menning. Endumenning kann altso lýsast sum tað at endurvinna ein ella fleiri førleikar, sum ein hevur mist. Menning kann lýsast sum tað at menna nýggjar førleikar, eitt nú hjá einum barni, sum er føtt við breki, her venjingin skal stuðla menningini frá barna- og ungdómsárum til vaksnamannaár. Sambært grein 26 í ST-sáttmálanum skulu limalondini taka munadygg og hóskandi stig til tess at gera fólk, ið bera brek, før fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum, og skulu skipa, styrkja og víðka víðfevndar menningar- og endurmenningartænastur og skipanir, serstakliga á heilsu, starvs, útbúgvingar- og almannaøkinum (teksturin styttur). 2. Limalondini skulu virka fyri at menna byrjanarútbúgving og framhaldsútbúgving fyri fakfólk og onnur starvsfólk, sum arbeiða í menningar- og endurmenningartænastum. Rehabilitering í føroyskum lógarteksti Eldralógin frá 2014 er tann einasta lógin, har endurmenning er nevnt. Í lóg/kunngerð um Sjúkrahúsverkið og Almannaverkið verður endurvenjing nýtt. Orðið endurmenning er heldur ikki nýtt í lógaruppskotinum um vælferðarlóg hjá undanfarnu samgongu, men har eru hugtøkini endurvenjing og eisini viðlíkahaldsvenjing. Eldratænasta og heimarøkt Lógin um eldratænastu og heimarøkt brúkar orðini endurmenning, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og fyribyrgjandi venjing. Grein 1. stk. 2 sigur, at endamálið við heildartænastuni er: c) at endurmenna mistan førleika og d) at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan. Í stk. 4 stendur, at heimasjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning o.s.fr. Í grein 10 stendur, at kommunurnar veita heimabúgvandi fólkapensjónistum tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at pensjónisturin kann búgva í egnum heimi sum longst, og at tænasturnar kunnu fevna um dagtilhald, ergoterapi, fysioterapi, endurvenjing, fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing. Endurvenjing í sjúkrahúsverkinum Kunngerð nr. 21 frá 21. mars 2017 um endurvenjing í Sjúkrahúsverkinum stendur í grein 1, at Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, ið hava læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing á sjúkrahúsi. Stk. 2 sigur, at endurvenjing verður veitt, tá ið sjúklingur er innlagdur, men kann eisini verða veitt, tá ið sjúklingi tørvar ambulanta endurvenjing. Endurvenjing hjá Almannverkinum Í forsorgarlógini grein 29 stendur, at Almannaverkið veitir endurvenjing til persónar í aldrinum 18-66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. Í serligum førum kann endurvenjing veitast til persónar, sum eru 16-17 ár. Endamálið er, at borgarar fáa neyðuga endurvenjing, fyri at fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella fyri at klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Sambært kunngerð um endurvenjing nr. 20 frá 21. mars 2017 grein 1 verður endurvenjing veitt grundað á eina fakliga meting hjá Almannaverkinum. Endurvenjing verður veitt sum bólkavenjing, einstaklingavenjing ella sum ein samanseting av báðum. Endurvenjingin endar, tá ið Almannaverkið, grundað á eina fakliga meting, staðfestir at førleikin er endurvunnin, ella at førleikin ikki kann endurvinnast. Endurvenjing fevnir ikki um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing. Lógaruppskotið um almannatrygd og vælferð Í uppskotinum til Løgtingslóg frá 2019 um almannatrygd og vælferð stendur í grein 37, at endurvenjing verður veitt persóni í aldrinum 18 ár upp til fólkapensjónsaldur, sum vegna mistan førleika tørvar endurvenjing. Og sambært grein 38 verður viðlíkahaldsvenjing ein møguleiki og kann veitast persóni í aldrinum 18 ár upp til fólkapensjónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku hevur ella er í vanda fyri at fáa týðandi og varandi skert virkisføri, ið munandi víkir frá aldurssvarandi virkisføri og hevur týðandi ávirkan á sjálvhjálpni. Viðlíkahaldsvenjing verður veitt við tí endamáli at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar soleiðis, at persónur kann fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, ella klárar seg uttan ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Niðurstøða Fyri at taka saman um, er endurmenning (rehabilitering) høvuðsheiti fyri fleiri ymisk átøk og heilsutænastur, sum hava til endamáls at vinna mistan førleika aftur, meðan menning (habilitering) er at menna nýggjar førleikar t.d. hjá børnum, sum eru fødd við breki. Limafeløgini hjá MEGD umboða ein víðfevndan skara hjá fólki við ymiskum brekum, og endurmenningin verður tí sera ymisk í innihaldi og vavi og hevur ymisk endamál. Les útsagnirnar hjá limafeløgunum hjá MEGD, har tað hjá fólki við Alzheimer snýr seg um at venja gerandisaktivitetir og at hava møguleika at vera við í tiltøkum í nærumhvørvinum. Fólk við epilepsi hava tørv á fysio- og ergoterapi, kognitivari viðgerð og møguliga tillagaðum starvi. Fólk við apopleksi hava tørv á áralangari endurmennning, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, kognitións- og taluvenjing. Felagið Javni umboðandi borgarar við menningar- og/ella rørslutarni leggur dent á týdningin á regluligum venjingum, sum hava til endamáls at varðveita og menna førleikar og tryggja trivnað og luttøku í felagsskapinum. Spastikarafelagið leggur dent á sálarligu endurmenningina, endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Og Sinnisbati leggur dent á, at tað snýr seg um empowerment, t.v.s. at tann rakti so nógv sum til ber, tekur ræði aftur í egnum lívi. Til seinast Sambært landsstýriskvinnuni í Almannamálum verður uppskotið um vælferðarlóg, ið skal avloysa forsorgarlógina, endurskoðað og dagført. Eitt týdningarmikið arbeiði verður haraftrat at tryggja dygd, samstarv og ikki minst samanhang í tænastunum. Heilsuverk, Almannaverk, Skúlaverk og kommunur mugu taka felags tak, so tey, ið hava ein samansettan tørv, kunnu fáa røttu hjálpina til røttu tíð. Endurmenning er ikki eitt tilboð, men fleiri ymisk tilboð tvørturum geirar og fakmørk. Tá ið endurmenning eydnast, er tað ikki ein, men fleiri partar, ið taka ábyrgd av at samstarva. Tað fara persónligu søgurnar at siga frá. Limafeløgini siga Alzheimerfelagið Epilepsifelag Føroya Tey flestu, ið hava epilepsi, hava serligar avbjóðingar. Sjálvandi eru tað altíð nøkur, sum einki merkja til sjúkuna í gerandisdegnum. Tilboð - fysioterapi: Eftir krampaherðindi hava tey yvirhøvur brúk fyri at fáa mýkt vøddarnar. Tað følist sum tey hava runnið maraton eftir eitt herðindi. Kognitiva viðgerð: Tilboð um kognitiva viðgerð hevði verið gott hjá teimum við epilepsi. Vart ella tillagað starv: Summi, ið hava epilepsi, hava ilt við at fáa starv ella lærupláss. Tilboð um vart ella tillagað starv hevði verið gott. Gott um Almannaverkið fylgir teimum, ið hava epilepsi, so tey ikki bara ganga heima fyri einki. Heilafelagið Løgtingið má gera lógarverk, sum tryggjar øllum apopleksiraktum rætt til rehabilitering og endurvenjing. Heilsumálaráðið má hava eina visión um, hví rehabilitering skal setast í verk og arbeiða við at íverkseta eina heildarhugsjón við lívsgóðsku sum endamáli. Apopleksi er ein kronisk sjúka, sum í summum førum krevur áralanga rehabilitering. Umráðandi er tí hjá øllum sjúklingum/fólki, ið eru rakt av seinheilaskaða, at tey eru við, so tey kunnu vera virkin í tí, sum gevur meining hjá tí einstaka. Hetta ber í sær ágóða hjá sjúklinginum, teimum avvarðandi og samfelagnum. Javni Førleikar skulu mennast og røkjast Borgarar við menningar- og/ella rørslutarni verða, so skjótt sum brekið er staðfest, knýttir at einum tvørfakligum menningar- og røktardepli. Í tøttum samstarvi við netverk borgarans verður arbeitt eftir samskipaðari heildarætlan, har fyrilit er við øllum menniskjanum. Likamligar, menningarligar og sálarligar avbjóðingar verða javnsettar. Regluligar venjingar hava sum mál at varðveita og menna førleikar, tryggja trivnað og luttøku í felagsskapinum. Tænastan fevnir eisini um tey, sum búgva í vardum bútilboð. Spastikarafelagið Vit í spastikarafelagnum halda tað vera ómetaliga umráðandi, at vit eisini hugsa um ta sálarligu rehabiliteringina. At merkja kroppin vikna tekur hart upp á sálina. Rehabiliteringin, sum vit hava nú, er ógvuliga góð, bæði fysioterapi og ergoterapi. Vit halda, at viðlíkahaldsvenjing er tað, ið okkum tørvar í Føroyum, so at vit ikki skulu gerast so illa fyri, áðrenn hond verður tikin um trupulleikan. Vit brúka heitini endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Endurvenjingin verður ein afturvendandi tørvur, tá ið eingin viðlíkahaldsvenjing er. Sinnisbati REHABILITERING, RECOVERY OG SÁLARSJÚKA Eftir allar sjúkur, løstir og avbjóðingar, sum ein fær ígjøgnum lívið, er umráðandi at koma fyri seg aftur. Hetta verður við einum fremmandorði rópt rehabilitering. Hetta hugtak og fyribrigdi hevur eina fjøld av ymiskum leistum í uppskoti, ið ikki verða nevnd her. Tó hevur ein leistur virkað væl við sálarsjúkuavbjóðingum, og tað er RECOVERY. Henda gongd hevur víst seg at geva fólki áræði og lívsgóðsku aftur, so at tey eru lutvíst ella heilt frísk. Recovery snýr seg um empowerment, t.v.s. at tann rakti so nógv sum til ber tekur ræði aftur í egnum lívi. Ein vón er kveikt og hartil dirvi, og ein er komin til sættis við, at ein er ein persónur, ikki ein diagnosa. Ein tekur dagin á seg, og við at seta annan fótin frammanfyri hin, ofta við ótta og bivan, serliga í fyrstani, verða hesi trilvandi fet til eina treysta gongd, har ein hevur fingið tað lívið aftur, sum ein vil liva. Fyri at RECOVERY skal eydnast, er neyðugt, at tey, sum eru um tann sálarsjúka, samstarva konstruktivt og professionelt við borgaranum í miðdeplinum. Rætturin til endurmenning - Eg havi altíð arbeitt nógv og havi elskað at arbeiða, so at fáa at vita eftir vanlukkuna, at eg ikki var við í arbeiðinum av fullum huga, tað var mær ein dyggur smeitur Hervør Ólafsdóttir Lützen í Havn: Tey hava gjørt eitt fantastiskt arbeiði Tað sigur 26 ára gamla, Hervør Ólafsdóttir Lützen í Havn, sum er einlig mamma við trimum børnum. Hervør er undir umskúling eftir, at hon fyri einum seks árum síðan var fyri vanlukku, har hon breyt óstbeinið. Eitt brotið óstbein veksur vanliga saman aftur av sær sjálvum, tó, í Hervørsa føri vaks tað ikki saman aftur, men tað fann hon ikki út av fyrr enn eitt hálvt ár eftir, tí gekk áhaldandi og stríddist við pínu, hóast hon hevði fingið at vita frá læknunum, at her var alt, sum tað skuldi, og einki var til hindurs fyri, at hon kundi fara út á arbeiðsmarknaðin aftur. - Eg fekk ikki gjørt tað arbeiði, sum eg skuldi, og tað viðmerkti stjórin, har eg arbeiddi. Eg fekk ikki líka nógv burturúr sum hini starvsfólkini, segði hann. Hervør arbeiddi á eini Magnstøð. Løgd undir skurð Hervør fór til fysioterapeut, tí hon hugsaði, at tað kanska vóru vøddarnir, ið vóru skaddir ella viknaðir. Fysioterapeuturin staðfesti alt fyri eitt, at hetta var als ikki samanvaksið aftur. Hann ringir til Landssjúkrahúsið og sigur, at hetta er óvandaverk, og ein mánað eftir lá Hervør á skurðborðinum og fekk eina plátu lagda á brotið, men undir skurðviðgerðini vórðu nakrir eitlar kvettir. Tá ið hon arbeiddi, bólgnaði armurin, tí at veska samlaðist í honum samstundis við, at armurin var ógvuliga veikur júst tí, at hon hevði gingið so leingi við pínu, og hon skuldi royna at verja armin við at brúka hann sum minst. Hervør breyt óstbeinið tann 9. juli í 2014. Hon var akkurát liðug við student og var farin uttanlands á eina stutta fjakkaraferð í tvær vikur í Írlandi. Hon og onnur ætlaðu at ferðast um alt landið, og allastaðni har tey komu í Írlandi, søgdu tey: Farið til Ring of Kerry í Killarny. Tey mæltu til, at fólk súkklaðu, tí so fingu tey rættiliga notið ferðina. Ring of Kerry er eingin mannagjørd súkklubreyt. Tey súkkla úr bygd í bygd, til samans 190 kilometrar. Hervør var í Írlandi, tí henni hevur altíð dámað landið. Tann grøna Oyggin er ikki ov fjarskotin. Tað er heldur ikki ov stórur mentanarhvøkkur ... tað hevur næstan verið ein íborin áhugi hjá Hervør at síggja og uppliva Írland. Lagnulødd undanbrekka Hervør hevði súkklað 109 kilometrar fimta dagin í mótbrekku allan vegin tann dagin. Tá ið hon hevði súkklað ovast í brekkuni, var undanbrekka allan vegin til ta næstu bygdina. Hetta var ein rættiliga drúgvur teinur í undanbrekku, og Hervør læt bara súkkluna rulla, men brádliga sneiðir vegurin, sum hon ikki hevði varnast. Hon hoyrir vinmannin rópa: Bremsa! Hervør bremsar, men missir tamarhaldið á súkkluni og dettur. Tá ið hon brestir í vegin, bóltaði hon eftir honum einar átta ferðir - varð henni fortalt aftaná. Tá ið hon raknar við aftur, fær hon so dánt reist seg upp, men hon fær ikki lyft armarnar og sær bara skuggar flyta seg. Hon roynir at siga okkurt. Fær ikki formað orðini. Tað kemur bara ljóð úr henni. Hervør varð borin yvir um vegjaðaran, tí hon lá meislað mitt á vegnum. Fólk steðgaðu fyri at hjálpa, og tey sótu hjá henni, meðan tey bíðaðu eftir ambulansuni. Tað tók ein tíma at bíða og ein tíma aftrat at koyra á sjúkrahúsið. - Læknarnir vita ikki hví, óstbeinið ikki vaks samanaftur, tí á skannaramyndunum sá tað út sum um, at tað var vaksið samanaftur, men eg havi sjálv hugsað nógv um hetta, tí eg havi eina teori um, at óstbeinið var brotið tvey støð. Hervør heldur, at tað pettið av óstbeininum, sum lá ímillum tey bæði brotini á óstbeininum, hevur ikki fingið fest seg í støðini, har tað var brotið, og ein ein skinnari, sum ikki hevur havt festi, hevur lagt seg ímillum. Í Írlandi varð óstbeinið skannað, og síðan varð myndin sent læknanum hjá Hervør í Føroyum. Hon var á Landssjúkrahúsinum, har tey tóku røntgenmynd og løgdu armin í fattil. Fekk ikki arbeitt Samanumtikið fór Hervør ígjøgnum nógvar kanningar, og um miðjan august í 2014 segði læknin á Landssjúkrahúsinum, at nú sá óstbeinið út til at vaksa samanaftur, so hon skuldi bara fara út á arbeiðsmarknaðin aftur. Hervør Lützen hevði sum nevnt akkurát fingið studentsprógv tá. Síðan ætlaði hon sær at arbeiða í eitt ár og samla sær eitt sindur av pengum og so fara til Danmarkar at lesa, men hon hevði ikki endaliga gjørt av, hvat hon skuldi lesa til. Hon fór til arbeiðis hjá Magn í Gundadali í Havn, men har mátti hon steðga á, hvørja ferð hon hevði vent einum 10 pylsum, tí hon fekk ilt í hondina, sum alsamt hovnaði. Tá ið hon kom til hús, legði hon dóttrina at sova og koyrdi hana á stovn. Sjálv svav Hervør syndarliga lítið um náttina. Hon var øgiliga móð hvønn einasta morgun, hon skuldi til arbeiðis. - Eg var so troytt, og til seinast sigur ein, sum eg arbeiddi saman við, at stjórin helt ikki, at eg fekk nóg nógv burturúr, tí eg var ikki líka skjót sum øll hini, og stjórin vildi fegin hava, at eg arbeiddi skjótari. Ókey, so royndi eg tað, men tað bleiv bara verri og verri við arminum. - Far og fá tær hjálp! Ja, so segði ein starvsfelagi við Hervør: Far til læknan aftur ella onkran, sum kann hjálpa tær, tað er ikki rætt, at tú blívur við at hava ilt. Hon tók Panodil fyri pínu, men tað hjálpti sjálvandi ikki upp á pínuna, bara doyvdi eina løtu. Og Hervør dámar ikki at taka tablettir soleiðis hissini. - Eg hugsaði nú fyri mær sjálvari - veitst tú hvat! Eg fari at ringja til ein fysioterapeut! Tí hann fær helst hjálpt mær við at fáa musklarnar trenaðar upp, tí tað man vera har, trupulleikin er. Fysioterapeuturin hjá Havnar Fysioterapi, Hjørleif Niclasen, staðfesti skjótt, at óstbeinið var framvegis brotið, og meðan Hervør sat har, ringdi hann á Landssjúkrahúsið. Vanlukkan hendi fyrst í juli, og Hervør fekk at vita í august, at hon kundi fara til arbeiðis. Hon fekk arbeiði beinanvegin, men í november-desember fór hon til fysioterapi, og í januar varð hon boðsend at koma á Landssjúkrahúsið, har hon varð løgd undir skurð 5. februar árið eftir - í 2015, tá ið ein skiva varð løgd inn. Maður hennara tá sigldi úti og fekk tí ikki hjálpt henni. Eftir operatiónina fekk Hervør morfin fyri pínu, men morfinið hevði við sær, at hon svav nógv meira enn væl var. Hon fekk øgiliga nógv morfin, men royndi at taka so lítið sum møguligt. Tað bar rætt og slætt ikki til at vera doyvd av morfini, tí hon átti eitt lítið barn, sum hon skuldi taka sær av. Heim til mammu sína Hervør flutti heim til mammu sína soleiðis, at hon kundi hjálpa til, tí lítla dótturin var bara hálvtannað ár. Hetta lítla barnið skilti sjálvandi ikki, hvat bagdi, og var uppaftur nærri knýtt at mammu síni og ommu. Í løtuni búgva Hervør og hennara trý børn í Lambagerði í Havn, og hon hevur bil, men henni og børnunum dámar so stak væl at fara við bussinum. Hon súkklaði ikki aftur fyrr enn ífjør-í2018-ikkitíathonætlaði sær at súkkla. Hon var og vitjaði eina vinkonu í Danmark, meðan børnini vóru í feriu hjá pápanum. Vinkonan spurdi, um tær ikki skuldu fara ein túr og kom við tveimum súkkluhjálmum. - Øh, skulu vit súkkla? spurdi Hervør. - Ja, sjálvandi, sigur vinkonan, - vit eru í Danmark. Hon setti seg á súkkluna, men hon má siga, at tað kendist ikki væl. Vanlukkan hevði rótfest seg í likam og sál. Endurmenning, hvat er tað? Hervør kom annars til eina endaliga samtalu hjá læknanum hjá sær í Havn. Her varð mett, hvussu nógv prosent av arbeiðsførleikanum hon hevði mist. Tað vórðu til seks prosent, men hon visti einki um, at hon hevði rætt til hesa endurmenningina. Hon fekk bara at vita frá heilsuverkinum, at hon fekk so og so nógv afturgoldið frá tryggingini. Seinni fekk hon tó at vita frá eini vinkonu, at hevði hon mist seks prosent av sínum arbeiðsførleika, so hevði hon rætt til at søkja um endurmenning, og ikki fyrr enn tá sigur Hervør: - So, havi eg tað ... hvat er tað ...? Hon fekk sjálvandi at vita, at hon fór at fáa hjálp við at trena armin uppaftur. At koma fyri seg. At leggja vanlukkuna aftur um seg. Hon fekk eisini at vita, at hon kundi fáa hjálp til at fara undir eina útbúgving, sum hon veruliga kundi brúka, hóast løsturin hevði darvað hana so mikið sum staðfest var. Hervør var himmalfegin um, at hon átti eina vinkonu, sum visti alt hetta um, hvussu hon kundi koma víðari í lívinum. Hon vendi sær nú til Almannaverkið og svaraði upp á eina rúgvu av spurningum har. Hon fekk millum annað at vita, at nú kundi hon fáa viðgerð hjá fysioterapeuti og ergoterapeuti. Hervør visti ikki rættiliga, hvat ein ergoterapeutur var fyri nakað, men hjá Almannaverkinum hitti hon Beintu, ergoterapeut og Ára, fysioterapeut. Í fyrstani var tað ógvuliga strævið, sigur Hervør, tí hon skuldi skriva upp fyri hvønn dag, hvussu pínan var eftir hvørja uppgávu, hon hevði útint, til dømis vaska klæðir og tílíkt, og bara tað at skula meta um pínuna. Tá ið ein hevur gingið við pínu so leingi, lærir ein seg at látast ikki at merkja pínuna. - Men tá ið eg nú aftur skuldi læra meg at hugsa um hesa pínuna, so føldi eg hana nógv meira, enn eg hevði gjørt leingi, og tá varð eg so øgiliga troytt - at skula føla alla pínuna umaftur. Tá fór Hervør aftur til tað at sova leingi, men tað fór ikki at bera til við trimum børnum, so hon fór at taka pínulinnandi heilivág aftur. Hon fann útav, at við góðari venjing eggjar kroppurin nøkrum evnum til at virka soleiðis, at pínan hvørvur, og við ergoterapi lærdi hon, at tað ber til at laga seg eftir umhvørvinum rundan um seg soleiðis, at tað verður lættari at brúka bilin hjá sær, vaska gólv, vaska klæðir, ja, yvirhøvur at virka uttan óneyðugt sjagg og baks hvønn tann einasta dag. Tað gongur væl nú. Hon dugir at handfara pínuna við teirri hjálp, hon hevur í endurmenningini. Rópt samfelagsnassari Ið hvussu er og ikki, so byrjaði endurmenningin hjá Hervør ikki fyrr enn í fjør - í 2018 eftir, at hon hevði livað við nógvari pínu í eini fýra ár. Tó kann Hervør siga í dag: - Tey hava gjørt eitt fantastiskt arbeiði, fysioterapeuturin og ergo- terapeuturin, tað er ordiliga deiligt at koma til teirra, tí mann følir tað ikki sum, at tað er nakað at skammast av. Mann er har fyri at fáa tað betri soleiðis, at mann kann koma útaftur á arbeiðsmarknaðin. Skammast? - Eg eri blivin kallað fyri samfelagsnassari, so her er framvegis henda skammarkenslan, ið nívir meg, tí eg fekk pengar frá Almannaverkinum fyri at koma ígjøgnum útbúgvingina, sum eg taki nú. Hervør Ólafsdóttir Lützen í Havn lesur til lærara á øðrum ári ... - Eg havi tað gott! Hann er tann sami fryntligi, fyrikomandi Oddmar. Blíður at koma inn til, fyrikomandi og fróður, og hann er sera væl nøgdur við tað føroyska heilsuverkið. Eftir mínum tykki hava vit heimsins besta heilsuverk, og tað er gott, at okkara fólkavaldu seta pening av til hetta, nú alsamt fleiri verða gomul í framtíðini, sigur Oddmar Juul Samuelsen, sum á heysti í 2017 small av ógvuliga hættisligum krabbameini í merginum. Vit endurgeva sjúkrasøguna hjá Oddmari: Tá ið eg varð biðin um at siga frá míni sjúkrasøgu, so geri eg tað fegin sum eina lítla tøkk fyri alt, sum heilsuverkið í Føroyum var til reiðar at geva mær, tá ið eg veruliga hevði brúk fyri tí. Tað var um heystið 2017, haldi eg, at eg fór at føla pínu í rygginum. Eg hevði ongantíð verið hjá lækna og ella á sjúkrahúsi fyrr. Eg var yvir 70 ára gamal tá og helt hetta vera eitt slag av gikt og ella heksaskot og skemtaði við, at nú hevði eg fingið lumbago. Tað er eitt slag av gikt, sum bara tey vælbjargaðu kundu fáa. Eg fór til lækna, sum gav mær Panodil fyri pínu í rygginum, men hetta skuldi vísa seg at vera nógv verri. So eina náttina vaknaði eg og fór upp. Tá ið eg gangi eftir gólvinum, hendi tað, at tað var, sum onkur skeyt meg i ryggin við einari kanón. Eg small og lá har og fekk ikki reist meg upp aftur. Síðan misti eg vitið og mintist einki fimm tær næstu vikurnar. Ja, eg misti vitið av pínu, og eg veit ikki, hvussu eg kom a sjúkrahúsið. Eg havi skilt, at dóttir mín hevði ringt eftir ambulansu, so eg varð borin út og koyrdur á sjúkrahúsið. Har fekk eg sterkan heilivág fyri pínu - og eg fekk marruna í fleiri vikur. Tað var ein ógvislig uppliving. Nú komu læknarnir inn í myndina og funnu skjótt útav, hvat mær feilti. Míni børn fingu at vita, at eg hevði fingið eina sera sjaldsama sjúku í mergin - eitt slag av krabbameini sum uttan skjóta viðgerð væl kundi Hesum kundi eg ikki trúgva, og sama hvat fyri pínu eg hevði, so skuldi venjing passast hvønn dag. Og tað byrjaði við bara at reisa meg upp úr einum stóli. Teir næstu mánaðirnar fekk eg regluliga venjing undir eftirliti frá heilsuverkinum. Og eftir sjey mánaða endurvenjing á ávikavist Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi fór eg til endurvenjingar hjá da við, at eg doyði. en>> Eg haldi, at hesar dugnaligu kvinnur eiga stórt rós frá mær, tí hetta gloymi eg ongantíð. Tær fyrstu vikurnar á sjúkrahúsinum minnist eg lítið til, men eitt minnist eg sera væl, og tað var, at terapeutarnir, sum vóru serfrøðingar í skjótari uppvenjing, vóru skjótir at koma til hjálpar. Eg havi ikki rósur nokk til hesar fysioterapeutar, ið tóku meg til upp- venjingar alt fyri eitt. Eg haldi, at hesar dugnaligu kvinnur eiga stórt rós frá mær, tí hetta gloymi eg ongantíð. Eg minnist, at eg í januar mánaði liggi har og slapp ikki úr songini við egnari hjálp. Tað var ógjørligt at ganga uppi og ella fara í bað ella á vesi. Tað máttu tríggjar sjúkrasystrar til at hjálpa mær. So kom læknin ein dagin. Eg lá í songini, og læknin sigur: "Vit skulu nokk fáa teg upp aftur at ganga." Heilsu- og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu í tveir mánaðir. Í dag eri eg sloppin undan at taka nakað slag av heilivági fyri pínu í rygginum. Nú gangi eg tvær ferðir um vikuna til viðlíkahaldsvenjing á venjingarliði í Burn, sum fysioterpeuetarnir hjá Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu, skipa fyri. Eg eri umleið sjeynduhvørja viku til kontroll á sjúkrahúsinum, og hetta eri eg sera takksamur fyri. Eg fái gingið aftur við ongum stavi. Og eg havi tað gott í dag! Tá ið blóðtøppurin lemur Tann 8. oktobur í 2017 varð Vígdis Skaale í Havn innløgd á Landssjúkrahúsið við blóðtøppi, sum lamdi henni vinstru síðu, men haðani varð hon útskrivað, tí hon varð flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús, har hon fekk nógva og góða hjálp. Vígdis Skaale var í kønum hondum undir uppvenjingini á Landssjúkrahúsinum, men tá ið hon var komin so og so langt, skuldi hon skrivast út. Hon hevði annars hoyrt, at hon skuldi sendast á Klaksvíkar Sjúkrahús. Har var eitt gott tilboð, sum Vígdis einki visti um. Hon fekk tað at vita, tí verdótturin arbeiddi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so hagar fór Vígdis. Har fekk hon nógva og góða hjálp. Skeiklað tosingarlag Blóðtøppurin var atvoldin til, at tosingarlagið fór av lagi, tó at henni ikki tørvar orð. Vinstra síða varð lammað, blóðtøppurin sat høgrumegin og lamdi vinstru síðu. Tað, sum Vígdis heldur var best við uppvenjingini, var svimjingin. Hylurin í Havn varð stongdur, men í Klaksvík vóru tey, sum høvdu brúk fyri tí, hvønn dag í svimjihylinum har. Síðani hevur hon fingið endurvenjing hjá Almannaverkinum í Havn. Tað vil siga, at Vígdis fekk endurvenjing í níggju mánaðir til samans, fyrst á Landssjúkrahúsinum og síðan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Almannaverkinum á Hálsi í Havn. Av tí at hon býr stutt frá húsunum hjá Almannaverkinum, kundi hon ganga hagar, og tað er jú venjing í sjálvum sær. Tvey ár eru liðin, síðan Vígdis Skaale fór í tilgongdina við rehabilitering, og hvussu hevur gingist? Ógvuliga treisk - Eg haldi, tað hevur gingið væl, men tey siga, at eg eri ræðuliga treisk. Tað gongur altso væl hjá Vígdis av berum treiskni, og tað er sannlíkt, at treisk fólk fáa nakað væl burturúr endurvenjingini, tí tey vilja ikki slaka fyri teimum ógvisligu avbjóðingunum, ið teimum eru fyri í slíkari tilgongd við endurvenjing. - Eg arbeiddi fulla tíð, men nú arbeiði eg 40 prosent, sigur Vígdis, - men sjálvandi, eg eri eisini farin um pensjónsaldur. Tá ið hon arbeiddi fulla tíð, var hon skrivstovufólk hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tá ið hon fór til arbeiðis aftur eftir tilburðin, var tað við vegleiðing frá Almannaverkinum. Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Bárður Enni, bjóðaði henni arbeiði tvær ferðir um vikuna við ongari løn sum ein liður í endurvenjingini. Hon hevur kortini sjálv avrátt, at arbeiða meira enn tvær ferðir umum vikuna, og tað hevur gingið væl higartil, sigur hon. Tillagað starv Hon er á Heilsufrøðiligu Starvsstovni í tí, sum verður rópt tillagað starv, sum aftur er ein týðandi partur av endurvenjingini. Almannaverkið kompenserar fyri restina, áðrenn ein er fyltur 67, men so ikki longur. Vígdis er fegin um, at vit hava slíkar skipanir við eitt nú at arbeiða sum í hennara føri 40 prosent, serliga nú hon er einsamøll. Tað eitur, at hon arbeiðir 40 prosent, men hon arbeiðir nógv meir, sigur hon. Hon plagar at fara til arbeiðis klokkan 7 um morgunin av teirri einføldu grund, at tað passar henni best, at eingin annar er har tá, og so arbeiðir hon til klokkan 12. Tað eitur tríggjar tímar og sjey minuttir um dagin, ið gevur 15 tímar og 35 minuttir um vikuna. Hon arbeiðir nógv meira enn tað. - Eg havi tað soleiðis, at skal eg vera til arbeiðis, og tey vilja hava meg har, so skal eg helst fáa nakað burturúr. Er tað bara tríggjar tímar um dagin, so verður tað lítið. Vígdis viðgongur, at hon er øgiliga móð. Tað fylgir við. Hon svevur kortini ikki alla tíðina, meðan hon er heima. Hon leggur seg á sofuna at hvíla seg. Eyðsýnd morgunfrúa Tað kann kanska undra, at hon fer til arbeiðis longu klokkan 7 um morgunin, men hon vaknar klokkan 5.30 hvønn morgun, so hví ikki fara til arbeiðis klokkan 7? Hon sovnar ikki aftur um morgnarar, tí hon er vorðin eitt A-menniskja. Hon svevur væl um náttina nú. Í fyrstani eftir tilburðin svav hon illa, tí hon var so bangin, sigur hon. - Altso, tað er mín teori, og tað er nokk ikki so ónatúrligt. Spurd, hvussu standurin var av blóðtøppinum, sigur hon, at hon var lammað í allari vinstru síðu. Starvsfólk leiddi hana, skuldi hon koma fram, men tíðum rendi hon á sengur og annað innbúgv, tí hon sá einki ta fyrstu tíðina, so hon var gul og blá allastaðni. Sama hvørjum sjúkrahúsi, ein er á, so eru sengur allastaðni, eisini úti á gongini, og tað er ikki serliga smart, sigur Vígdis. Hon gekk eftir lið. Tað er vorðið betri nú, tíbetur. Nú er eingin trupulleiki hjá henni at reisa seg og sovorðið. Tá ið hon kom heim og skuldi ganga túrar, hevði hon sonin Sigfríð at styðja seg til, tí henni dámdi einki at ganga einsamøll. Ergo- og fysioterapi Rehabiliteringin hjá Vígdis hjá fysioterapeuti og ergoterapeuti er skipað soleiðis, at í fyrstani hitaði hon upp við at rógva á rógvimaskinu. Annars var sum vera man umráðandi við balansuvenjing við at halda í ribbur, tí balansufjøl og tílíkt kláraði hon ikki. Venjingin var annars fjøltáttað, millum annað við at venja búkvøddar. Áhugavert er at hoyra, at ergoterapeuturin hjálpir við at venja tunguna í tí rakta til at fáa tosað aftur - andlitsvenjing - og við at brúka vanlig gerandisamboð og -lutir. Hjá ergoterapeutunum eru tær sera týdningarmiklu venjingarnar, ið verða róptar kápuvenjingar, ið vit vanliga rópa mimikk. Haraftrat er Vígdis ein av teimum, ið leggur putlispøl fyri at venja heila og hendur uppaftur. Hon veit akkurát, hvat tað er, sum hon skal venja, júst fyri at fáa tað skadda at virka aftur so væl sum yvirhøvur til ber. Tað kom so við og við, tó fær tað ikki verið fullfíggjað, men Vígdis leggur dent á, at hjá sær ræður veruliga um at vera treisk. - Nógv gongur upp á, at tú ert einsamøll. Eg haldi, at tað er nógv betur at vera fleiri, ið venja saman. Sjálvandi - tað fer kanska nakað av venjingini, tað veit eg ikki, men tað sosiala er eisini gott - sera gott. Tilboð um viðlíkahaldsvenjing Vígdis venur ikki longur, men í summar ringdu tey frá Almannaverkinum og spurdu, um hon kanska hevði áhuga fyri viðlíkahaldsvenjing, og ja, tað hevði hon avgjørt hug til. Tað hevur síðan borið í sær, at hon hevur gingið sjálv á fitnessmiðstøð og vant í einum liði fyri pensjónistar. Vígdis venur ikki fitness í løtuni. Hon hevur tikið sær eina pausu av sínum eintingum, sigur hon. Spyrt tú Vígdis, hvussu skjótt ein fer í venjing eftir at hava fingið eitt slag - blóðtøpp - svarar hon aftur, at alt valdast viljan hjá tí einstaka at koma so væl fyri seg sum til ber, og ikki minst verður ein eggjaður og stimbraður av dugnaligum starvsfólkum. Í slíkum føri sum hesum skal fakfólk til. Fakfólk, sum vita, at tað hjálpir at venja, og at tað hjálpir til at koma fyri seg aftur. Hvussu hevur mann tað psykist eftir ein slíkan brest í lívinum? Er tað eisini ein partur av endurvenjingini at koma fyri seg psykiskt? - Eg havi hug at siga nei, sigur Vígdis, - eg haldi, tað er tíðin, sum arbeiðir, tú trýrt upp á tað til endans. Tað er eitt slag av sjálvsrehabilitering. Sálarfrøðingur er ikki við í hesi rehabiliteringini. Tað er rímiligt at hugsa, at eitt meint rakt menniskja verður deprimerað. - Jú, tað blívur mann, sigur Vígdis, - hjá summum liggur tað til at verða deprimeraður, og tá er tað ógvisligt. Onnur eru ikki so deprimerað sum so, veit hon. Gongur túr hvønn dag Ein vanligur gerandisdagur hjá Vígdis er soleiðis, at hon er til arbeiðis, og so kemur hon heim, og haðani fer hon nógvar túrar, fleiri túrar um dagin. Hon býr á Kommansmýri eystanfyri Bank Nordik. Hon gongur oman um Posta, fram við Lágargarði, rundan um Hoyvíkstjørn og so heim. Tað tekur umleið ein hálvan tíma hvørja ferð. Hetta er góð viðlíkahaldsvenjing. Sama hvussu veðrið annars er, so gongur hon henda túrin, tó ikki í hálku, tí so verður hon bangin, tí balansan er ikki, sum hon skal vera. Vígdis er bangin fyri at detta. Hon veit um píkar undir skónum. Tað átti hon at brúkt, men hevur ongantíð átt hesar píkarnar. - Men Almannaverkið hevur gjørt mær ein gelendara á húsaveggin við trappuna úti, og so fekk eg ein lítlan skammil frá teimum at sita á undir brúsuni. Hjálpartól, ið gera gerandisdagin hjá Vígdis Skaale lættari. Hjá henni sum hjá øðrum í somu støðu er umráðandi og gott at fáa ta hjálp, sum Almannaverkið veitir. Vígdis fer undir hvønn dag í góðum treysti og áræði, tí hon heldur, at tilgongdin er í hennara føri positiv. - Eg eri ikki fagurlátin, men positiv av lyndi, hjá mær er einki yvirdrivið, men eg seti sanniliga prís upp á ta hjálp, sum eg havi fingið og fái. Beinleiðis samband Eingin ivast í, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum dámar orðið samband, men í MEGDAR-sambandi leggur hann alstóran dent á beinleiðis samband gjøgnum ein samskipara í allari rehabiliteringsgongdini. Kaj Leo Holm Johannesen, lands­ stýrismaður er sannførdur. Í hansara hugaheimi er ein samskipari hjá almanna­ og heilsuverkinum dags­ ins týdningarmesti lyklapersónur. - Sambandsflokkurin hevur arbeitt leingi við øllum tí, sum hevur samband við rehabilitering. Vit hugdu at, hvat tey gjørdu í Danmark, og mann kom inn á hetta orðið, rehabilitering. Kaj Leo leggur soleiðis fyri, tí hann vil greiða frá, hvat hann og øll hini í síni tíð meintu við, tá ið tey kjakaðust um orðið rehabilitering: Er rehabilitering endurvenjing? Nei, tað er ikki endurvenjing. Er tað endur­ menning? Ja, tað er ið hvussu er tað orðið á føroyskum, sum dekkar rehabilitering best. - Tann fullfíggjaða myndin, tá ið vit tosa um endurmenning, altso ta fullfíggjaðu myndina, um okkurt hendi við mær - fekk heilaskaða til dømis - so er mín fatan av hesum, at í Klaksvík og í Suðuroynni hava tey eina sera góða tænastu, hvat rehabilitering viðvíkur. Tey eru líka dugnalig á Landssjúkrahúsinum, men talið á tænastum, tey kunnu bjóða, er ikki tað sama sum í Suðuroynni ella í Klaksvík. Einum 5.000 føroyingum feilar okkurt - Men sjálvandi má eg sum lands­ stýrismaður syrgja fyri, at líka mikið, hvar tú býrt í Føroyum, so eigur tú at fáa eina endurmenningarætlan og eina tænastu, sum er jøvn um alt landið, tá ið vit tosa um endur­ menning, og vit mugu eisini hugsa um, at bæði, tá ið tað ræður um mítt øki - heilsumál - og um almannamál, so eru hetta øki, sum umskarast. Tí mugu vit samskipa tað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann sigur, at tey hava havt tann fyrsta fundin saman. Tað skal sam­ skipast soleiðis, at sjúklingarnir - ella viðskiftafólkini - ikki detta niður ímillum. - Vit vita, at einir 5.000 føroyingar, líða av eini ella aðrari komplikatión, tað veri seg gikt ella heilabløðing. Tað vil siga, at tað er eitt øgiliga stórt tal á føroyingum, sum onkursvegna kunnu fáa eina betri lívsgóðsku, um vit gera okkara arbeiði ordiliga her. Og tá ið Kaj Leo tosar um at gera teirra arbeiði ordiliga, so er tað at samskipa økið, at seta tað í gongd og seta neyðugan pening av. Hann situr í løtuni við fíggjarlógini fyri næsta ár, har tey biðja um at fáa settar nakrar milliónir av, soleiðis at tey kunnu lyfta tilboðini upp, so vit kunnu fáa eina betri ætlan. Vit skulu fylgja ST-sáttmálanum Tú hevur rætt til eina endurvenjingar­ ætlan, og vit hava eisini sett okkum fyri at fylgja ST­sáttmálanum um rættindi hjá okkum, sum hava fingið eitt ella annað at stríðast við, um tað er varandi ella bráðfeingis. Vit hava stutt sagt rætt til at fáa eina tænastu frá tí almenna, soleiðis at vit kunnu fáa lutvíst ella heilt førleikar aftur, soleiðis at vit kunnu koma út aftur á arbeiðsmarknaðin til dømis. Tað er, at vit kunnu fáa eina holla lívsgóðsku. - Og tað er - haldi eg - alt, sum endurmenning snýr seg um. Tað er at fáa lívsgóðskuna hjá fólki upp. Og hvussu skal so rehabiliteringin styrkjast um alt landið, ja, ber tað til at koma á mál hesi fýra árini, Kaj Leo situr sum landsstýrismaður í heilsumálum? - Ja, tað fáa vit tíð til. Vit fáa tíð til at gera tað munandi betri. Men tað, sum eg havi skilt, nú vit høvdu vit ein serfrøðing í Føroyum - Sambandsflokkurin fekk hann upp - hann helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Tað vóru heilt nógv fólk, sum arbeiða á økinum, og lurtaðu. Tað, sum Kaj Leo fekk burturúr tí fyrilestrinum, var, at tá ið tú hevur eina familju, ið er tarnað av einum ella øðrum, so er tað ein ógvisligur belastningur bæði hjá tær og allari familjuni og hjá øllum teimum, sum eru rundan um teg. Tað er krevjandi at liva við einum, sum hevur serligar avbjóðingar - tú orkar ikki í holt við øll hesi systemini. - Altso, so skalt tú ringja til Almannaverkið, so skalt tú ringja til sjúkrahúsið, so fært tú ikki fatur á rætta viðkomandi. Hvønn skal eg nú snakka við. Tú orkar ikki at fáa skil á øllum hesum. Eg havi eina kroniska diagnosu, og tað gongur út yvir psykuna hjá mær. Eg orki ikki at liggja og ringja til Per og Pól. Tað týdningarmesta er samskiparin Tí er tað sambært landsstýrismanninum í heilsumálum so ógvuliga umráðandi, at vit fáa ein persón, sum er tín persónur. Tú ringir til henda persónin, og so syrgir hann fyri, at tú fært alt tað neyðuga, um tað so er í heilsuverkinum ella í almannaverkinum, ja, tað kann saktans vera kommunalt eisini, at tað er onkur, sum tekur sær av tær. Ein samskipari. Ein, ið kann samskipa tínar tænastur frá tí almenna. Samskiparin sigur tær, hvat er tín endurvenjingarætlan, hvat er endurmenningin, hvussu leingi varar tað, hvagar skalt tú. Altso, vera ein samskipandi persónur, ein samskipandi eind. Ein lyklapersónur. Vit mugu kunna samskipa øll hesi tilboðini frá byrjan til enda, uttan at tú skalt føla tað. Tú skalt ikki føla hetta, at "nú fari eg frá sjúkrahúsverkinum yvir á almannaverkið, og nú detti eg bara niður ímillum". Tú skalt ikki detta niður ímillum øll tey praktisku tingini rundan um eina endurmenningarætlan til tín. Alt hetta skalt tú hava ein samskipara til. Tá ið hetta við samskiparanum er fingið í lag, er stutt millum brúkaran, borgaran og skipanina. Eingin skal detta niður ímillum Kaj Leo vil hava ein samskipara, sum landsstýrismaðurin og borgarin altíð skulu kunna seta seg í samband við. Læknin sigur, at tú hevur brúk fyri tí og tí, men tá ið tú ert liðugur við tað, so verður tú beittur frá okkum til bæði hendan og handan. Hetta mugu vit kunna samskipa. Vit mugu kunna samskipa øll hesi tilboðini frá byrjan til enda, uttan at tú skalt føla tað. Tú skalt ikki føla hetta, at "nú fari eg frá sjúkrahúsverkinum yvir á almannaverkið, og nú detti eg bara niður ímillum". - Tú skalt ikki detta niður ímillum, staðfestir landsstýrismaðurin. Hann sipar altso til, at tað skal Nær fáa vit so henda samskiparan? - Vit hava havt teir fyrstu fundirnar nú (november) við allar avvarðandi leiðarar í Klaksvík, í Suðuroy, í Havn. Vit hava sitið á fundi við tey. Vit skulu hava nakrar fundir aftrat, soleiðis, at vit fáa at vita, hvør ið ger hvat. Landsstýrismaðurin veit at siga, at í H-bygninginum verður eisini ein endurmenningardeild. Tað vil siga, at pengar skulu setast av. Resurssirnir skulu setast av, og ætlanirnar skulu fremjast í verki. Tað verða ætlanir gjørdar í dag, men síðan landsstýrismaðurin hevur tosað við øll hesi fólkini, hevur hann eina kenslu av, at okkum manglar samskiparar, okkum manglar at samskipa tilboðini betur. Avgjørdur landsstýrismaður - Eg havi ta politisku ábyrgdina, at fáa hetta við samskiparanum í lag - sum skjótast. Hetta verður samskipað á trimum støðum, og so kann tað eisini velja út og staðfesta, hvør fær best avgreitt hetta málið og hvar. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum sigur, at vit skulu ongantíð ganga upp á kompromis við kvalitetin av rehabiliteringini. Hetta er ein ætlan, ið verður hildin at fara at kosta einar áttatíggju milliónir krónur. - Vit hava nógvar ressursir í løtuni, men eg havi varhugan av, at vit mangla eitt sindur til at forða fyri, at eingin dettur niður ímillum ymiskar skipanir í tí almenna geiranum. Hóast vit eru fá fólk, so kundu vit hildið, at tað átti at verið lagamanni, men almannaverkið og heilsuverkið er framvegis øgiliga stórt. Vit skulu stýra rehabiliteringini við hollari samskipan, og tað fer at verða gjørt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Tann rehabiliterandi kransurin Rehabilitering hevur altíð fylt nógv á almannaøkinum. Longu tá ið Almannastovan varð stovnað fyri 43 árum síðan, høvdu vit forsorgarlógina, og í forsorgarlógini stóð, at vit skuldu hjálpa fólki at klára seg sjálv, sigur Hallur Thomsen, depilsstjóri á Viðskiftadeplinum á Smyrilsvegi í Havn. Vit verða yvirhøvur sett í samband við veitingar, men kunna vit, so skulu vit skipa soleiðis fyri, at forsorgarhjálpin verður brúkt til, at fólk skulu klára seg sjálv. Kunnu vit veita hjálpartól til at fólk klára seg sjálvi, so er tað fantastiskt, og so er tað tann vegin vit fara. Hallur Thomsen hugsar her í sera víðari merking. Hugsa vit til dømis um arbeiðsfremjandi tiltøk, er tað aftur sprottið úr forsorgarlógini. Tað vil siga, at í staðin fyri at geva fólki eina passiva veiting, skulu tey umskúlast soleiðis, at tey sjálvi kunnu koma út aftur á arbeiðsmarknaðin. Tað er ein rehabilitering, og so er tað eisini vaksið við møguleikum og tilboðum, sum depilin hevur fingið síðan tá. Hjálpartól og visitering - Eg siti sum viðskiftastjóri og havi tey allarflestu tilboðini við rehabilitering hjá okkum, har ið eg siti sum leiðari fyri hjálpartól og tey, sum skulu út á arbeiðsmarknaðin aftur, og tey, ið skulu endurvenjast, og so eri eg haraftrat stjóri fyri visiteringina inn á trivnaðardepilin, vit brúka eisini trivnaðartænastuna, harundir stuðlarnar í rehabiliteringini. Hjá Viðskiftadeplinum merkir visitering at taka avgerð um, hvørja tænastu fólk skulu hava, og tað eru nógv fólk, ið fara ígjøgnum skipanina hvørt ár - yvir 15.000 til samans. Hesi 15.000 eru býtt uppí einar 8.000 pensjónistar, umleið 2.000 fyritíðarpensjónistar, umleið 2.000 sjúkradagpeningamál, umframt eini 2.000 hjálpartól. - Vit hava einar 20.000 peningatransaktiónir um mánaðin her og taka á leið 10.000 avgerðir um árið, sigur Hallur Thomsen. Á Viðskiftadeplinum arbeiða 110 fólk av teimum 1.000 í Almannaverkinum, og øll hesi 1.000 fólkini hoyra undir ráðið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í almannamálum. Ímillum almannamálaráðharran og stjóran á Viðskifta­ deplinum er Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, ið hevur tríggjar deplar, harav Hallur Thomsen er stjóri á Viðskiftadeplinum. Hallur sigur, at tað eru framvegis nógvir føroyingar, ið hava brúk fyri hjálp. - Samanbera vit okkum við grannalondini, hava vit betri tøl enn tey, sigur Hallur. - Vit eru raskari at arbeiða, vit eru frískari, og vit brúka minni teir almennu kassunum, enn tey gera í grannalondunum. Arbeiðsmegin er 29.000 fólk Til samanberingar fevna teir almennu kassarnir í Danmark um 10 prosent av arbeiðsmegini. Í Føroyum eru seks prosent av arbeiðsmegini knýtt at teimum. Í føroysku arbeiðsmegini eru 29.000 fólk. Krøvini eru stór í vælferðarsamfelagnum. Almannaverkið er skipað í nógvar deplar og deildir. Deildin hjá Edvard Heen hevur eina fyrisiting við KT, fíggjar- og fakdeild. Síðan kemur Viðskiftadepilin hjá Halli Thomsen, og so eru tað trivnaðardeplarnir við sambýlum, stuðlum og vardum verkstøðum. Hetta eru tveir deplar. Viðskiftadeildin er meira fyrisiting og meira veitingar. Deildin hevur sanniliga við menniskjur at gera, hon er Føroya størsta arbeiðspláss hjá sosialráðgevarum, men tað verður ikki rópt beinleiðis fyrisiting. Her eru átta deildir: Borgaratænastan, sum er skaðastovan og fyrsta sambandið, tú hevur við Almannaverkið. Sosialráðgevararnir, ið hava eina sera víða vitan. Her er deildin, ið visiterar, tekur avgerð um tænastur inni hjá Trivnaðardeplinum. Endurvenjingin er eisini her við ergo- og fysioterapeutunum. Hjálpartólini eru í húsinum, her Viðskiftadeildin heldur til, og so hevur deildin menning, sum er arbeiðsmarknaðardeildin. Hvítbókin Viðvíkjandi tí teoretiska við rehabilitering hevur Viðskiftadeildin lagt seg eftir einum, sum eitur Hvítbókin hjá Marselisborg Sentrinum. Her verður røtt um rehabilitering og endurvenjing. Rehabilitering er alt, og endurvenjing er ein partur. Deildin savnar seg um nógv lið av teimum trupulleikum av øllum møguligum slag, sum eitt menniskja kann hava. Hetta hevur deildin savnað undir eitt, so hon fær upp á ein góðan máta lagt nógv fyri í senn - Vit sita í sama húsi, vit arbeiða øll saman, okkum nýtist ikki at hava forkromaða mannagongd og regluverk um, hvussu vit skulu hjálpa hesum borgarunum, tí at starvsfólkini hava samband við hvørt annað, sigur Hallur Thomsen. Eitt mál kann byrja sum eitt arbeiðsmarknaðarmál, og so sigur sosialráðgevarin: Veitst tú hvat, vit skulu út á arbeiðsmarknaðin, men skulu vit út á arbeiðsmarknaðin, so mugu vit fáa gjørt nakað við arbeiðsviðurskiftini á tí og tí arbeiðsplássinum. Tað kann vera, at ein terapeutur frá endurvenjingini fer út við fólkinum á arbeiðsplássið at endurvenja viðkomandi, so at hann/hon klárar at arbeiða við tí, sum ætlanin er at royna at arbeiða við. Her hava vit hjálpartólini Umráðandi samskipan Soleiðis fær Viðskiftadeildin arbeitt í tí stóra kransinum í rehabiliteringshugtakinum. Tað er sera umráðandi at arbeiða samskipað. Til tey truplastu málini verður settur ein samskipari, sum leiðir borgaran út á ta røttu kósina í Almannaverkinum og í roynd og veru eisini gjøgnum Almannaverkið til Heilsuverkið og Heimatænastuna typiskt. Hetta er álagt deplinum at fremja í verki. - Generelt í sambandi við rehabilitering, so er okkara fokusøki fólk í arbeiðsførum aldri, sum hava verið í rehabilitering. Eldraøkið - altso kommunurnar - hevur so ábyrgd av teimum, ið eru eldri enn 67 ár. Endurvenjing er eitt nýtt øki hjá Viðskiftadeildini. Hon byrjaði í 2015. Hallur Thomsen, stjóri á Viðskiftadeildini sigur, at har leggja tey seg eftir at fáa allan rehabiliteringskransin undir deildina. Hjá teimum er tað ikki í lagi bara at fáa nøkur fólk inn at venja og venja ... Tey vilja, at tað hongur saman, og tí vilja tey hava tænasturnar samskipaðar undir eina paraply, undir skjólið í tí rehabiliterandi kransinum, sum aftur virkar í tí nú samanløgdu telduskipanini hjá Viðskiftadeildini. Ein samanløgd telduskipan hevur yvirlit yvir allar transaktiónir, ið kunnu verða avgreiddar undir sama taki, ja, hurð um hurð. - Hetta er tað, sum vit leggja alstóran dent á - at fáa skipanirnar hjá okkum at tosa saman. Tað er ikki bara bara ... Men tað nærkast, sum skilst. Tann pragmatiska loysnin Tann stóri bólkurin, sum er undir 67 ár, hevur ongar møguleikar fyri endurmenning. Tað vil siga, at útlit eru ikki fyri, at tey koma út aftur á arbeiðsmarknaðin. Hetta eru ofta fólk við neurologiskum sjúkum, sum einki fáa frá Almannaverkinum, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Støðan kann vera so syndarlig, at mann kann velja at lata tey fara ella, at kommunan í summum førum fer út um sínar heimildir og letur tey fara í rehabiliteringsskipanina, men tey hava møguleikar at fara í venjing hjá privatum. Tað heldur stjórin í Kommunufelagnum er kanska tann størsti trupulleikin. Tá ið tey við neurologiskum sjúkum verða útskrivað av sjúkrahúsinum, skulu tey ringja og rykkja, og tað ganga dagar og vikur, áðrenn mann kanska fær eina fullfíggjaða ætlan í lag. Í nøkrum førum eru umbyggingar farnar fram í egnum heimi, men har eru eingi hjálpartólum komin. - Tað virkar sum um, at fólkini verða bara útskrivað í skundi av sjúkrahúsinum, og alt er orðnað við umbygging, men har er eingin hjálp framkomin. Yvirskipað lóg skal gerast Í sambandi við eldraøkið er heildartænastan ein skipan, her tú hevur tilboð sum eitt nú venjing fyri eldri, og tú hevur eitt tilboð, tá ið fólk gerast meira og minni óhjálpin við heimatænastu og venjingum aftur, og tú hevur tilboðið, so leingi tú livir. Kommunurnar hava umsitið eldraøkið síðan 1. januar 2015, og í nýggja samgonguskjalinum stendur millum annað, at rehabiliteringin skal styrkjast kring landið. Ein yvir­ skipað lóg skal gerast, sum tryggjar, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi. Tá ið tað snýr seg um endurvenjing og endurmenning - rehabilitering - so hava kommunurnar bara ábyrgd av teimum, sum eru 67 ár og eldri, men kommunurnar hava flutt seg spakuliga niður um. Tá ið røktarheimini kring landið skipa fyri venjingum, so er tað typiskt niður í 60 ár. Í roynd og veru verður ikki spurt eftir aldri. Í so máta er markið burtur, men tað ítøkiliga er, at tá ið tú ert úrskrivaður av sjúkrahúsinum eftir at hava havt eina heilabløðing ella brotið eina øksl og ert undir 67 ár, so verður tú sum sjúklingur beindur til Almannaverkið, og ert tú yvir 67, so fert tú til teir kommunalu myndugleikarnar. Farin niður um 67-markið Okkara kommunalu myndugleikar hava flutt seg soleiðis, at teir eru farnir niður um 67-markið, tí at tá ið einum borgara í nærumhvørvinum tørvar hjálp, so kann Almannaverkið vera rættiliga langt burtur, og í fleiri førum biðja Almannaverkið og Heilsuverkið borgarar um at venda sær til kommununa, hóast kommunan í prinsippinum ikki hevur ábyrgd av teimum. Kommunurnar taka ofta uppgávuna á seg, tí tað er so tætt ímillum tænasturnar og borgararnar ella borgararnar og ta politisku skipanina. Um tænastan ikki tekur ímóti borgararnum, ringir borgarin ella familjan og sigur, at tann fjarstøðan er so mikið stór millum borgaran og almannamálaráðharran, at tað verður ikki tað sama trýstið. Tí átekur kommunan sær í nógvum førum uppgávur, sum hon upprunaliga einki eigur í. Tað er ein royndur lutur, at kommunurnar kæra seg um, at teimum verður álagt at umsita alsamt fleiri tænastur, sum aftur gerast ein órímiliga stór fíggjarlig byrða, til dømis eldraøkið. Men tað hevur víst seg at vera ein stórur fyrimunur hjá teimum eldru borgarunum, at kommurnar hava yvirtikið eldraøkið. - Tá ið Heilsumálaráðið hevur eina játtan, og kommunurnar hava eina aðra játtan, so hevur tú líkasum definerað uppgávurnar. Tað nyttar til dømis ikki at siga, at Heilsumálaráðið skal gjalda fyri einum uppgávu, sum Mentamálaráðið hevur, sigur Eyðun Christiansen. Upp á ein ella annan máta mást tú definera uppgávurnar, sum tú leggur út á kommunurnar. Hesa og hasa tænastuna skalt tú veita, og sostatt hevur tú ábyrgdina av at bera útreiðslurnar fyri tænastuna. - Tað ber ikki til, at hesin, tað vil siga landið í hesum førinum, letur standa til, og so sigur, at tá ið borgarin kennir seg nóg hart trýstan, ella tá ið skipanin annars kennir seg nóg trýsta, so dettur hann bara inn á kommunuskrivstovuna og fær hjálp har. Samanhang millum ábyrgd og játtan Stjórin í Kommunufelagnum heldur, at tað má vera samanhang ímillum ábyrgd og játtan, tí annars verður galin endi. So veit borgarin ikki, tá ið hann skal velja næstu ferð, um hann velur tann rætta, tí at hann kann vera misnøgdur við, at hann ikki fær eina tænastu sum 66 ára gamal. So revsar hann kommunupolitikaran, hóast tað als ikki er hann, ið hevur ábyrgdina. Tú skuldi í veruleikanum revsa tann politikaran, ið stendur við stýrisvølin í eini aðrari skipan. Tað kann kennast so órættvíst ímillum økir, at ein fær eina tænastu í einum øki í landinum, sum ein annar í einum øðrum øki ikki kann fáa. So fer alt á glið. Kommunurnar veita fleiri og fleiri tænastur, ikki tí, at lógin sigur, at tær skulu. Soleiðis trýsta kommunurnar hvørja aðra, og tí má tað verða regulerað nøkulunda, hvat ið hvør ger. Í lógini um heimatænastu og eldrarøkt stendur, at tænasturnar hjá kommunum kunnu fevna um endurvenjing, fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing. Og sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt og annað kunnu kommunur stovna samdøgursendurvenjingarpláss til fólkapensjónistar. Í hesum sambandi ivast Eyðun Christiansen í, um lóggevarin hevur vitað rættiliga, hvat hann hevur sagt. Hetta er ein øgilig ramsa, men tað er uppi í tíðini at arbeiða fyribyrgjandi á øllum økjum. Tað verður gjørt á eldraøkinum, og vit fara nógv longri niður enn 67 ár, tí at arbeiða fyribyrgjandi við 60 ár kann vísa seg at vera ein góð íløga, um tú hevur ábyrgdina av eldraøkinum. Borgarin tapir ofta Og so er tað sjálvandi alt hetta, at tá ið tað hendir eitt ella annað hjá fólki, sum missa ávísar førleikar, so taka ávísir trupulleikar seg upp av tí, at kommunurnar hava ábyrgdina av teimum borgarum, ið eru 67 ár og eldri, og kommunurnar sjálvar halda, at tær røkja tær uppgávurnar lutfalsliga væl, tá ið tú ert 67+, men teirra størsti ampi er í roynd og veru teir borgarar, ið ikki eru har uppi, og sum mann heldur detta niður ímillum í skipanini. Hetta verður ofta sagt um fólk við varandi sjúkum, sklerosa, parkinson og aðrar neurologiskar sjúkur, sum eldraøkini kanska í gásareygum kundu hildið seg varða nógv betur av enn landið ger. Trupulleikin við skipanini er, at mann situr og heldur aftur, og tað er ikki til frama fyri tann sjúka ella borgaran yvirhøvur. Borgarin er øgiliga ofta taparin í hesum spælinum. Í nýggja samgonguskjalinum stendur millum annað, at rehabiliteringin skal styrkjast um alt landið. Ein yvirskipað lóg skal gerast, sum tryggjar, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi. Endurvenjing og -menning Í hesum sambandi sigur Eyðun Christiansen, at kommunurnar sjálvar halda, at tær veita eina nøktandi tænastu, tá ið tað snýr seg um borgarar 67+, men verri stendur til við borgarum undir 67. Kommunurnar í Suðuroynni hava massivar trupulleikar við av fíggja eldraøkið, og í Eysturoynni spíta kommunukassarnir nógvar pengar í eldraøkið, men annars er ein av fíggjarligu trupulleikunum hjá Almannaverkinum og kanska Heilsuverkinumn sammett við teir hjá kommununum, at við tað, at Almannaverkið ikki røkkur út um alt landið - ikki megnar at hava ta tænastuna til endurvenjing og endurmenning av nógvum borgarum - so eru teir fíggjarligu karmarnir hjá Almannaverkinum serliga viðkvæmir í sambandi við hetta økið. Tað valdast eisini, hvussu ein lesur samgonguskjalið, men at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði við likamligum, sálarligum og sosialum tørvi, tað er helst ikki vent so nógv ímóti eldraøkinum, heldur ímóti Heilsu- og Almannaverkinum, serliga sosialt. Hugsa vit um likamligan, sálarligan og sosialan tørv, so heldur stjórin í Kommunufelagnum, at tað snýr seg eisini um at fáa sálarveik innaftur, fáa tey integrerað í samfelagið og ikki missa tey, halda fast um tey, sum hava ein sosialan tørv, og tey, sum detta úr arbeiðsmarknaðinum og royna at fáa tey við skerdum førleikum, ið til samans fevnir um nógv meira enn sjálvt eldraøkið. Tann sosiala skipanin Eyðun Christiansen heldur, at tað snýr seg kanska meira um at fáa eina sosiala skipan inn, sum fevnir um kontaktpersónar, um fólk, sum bera brek ella hava ADHD og tílíkt. Men, aftur her, tað kundi væl verið ein uppgáva hjá kommununum at gjørt hetta. Í dag liggur tað hjá Almannaverkinum. Tað er rættiliga nógv Almannaverkið, sum roynir at fáa fólk við skerdum førleikum í vart starv. Annars er einki at ivast í, at summi við neurologiskum sjúkum detta niður ímillum í tí sosialu skipanini, tí at Almannaverkið kann siga sum so, at eingi útlit eru fyri, at summi ikki koma út aftur á arbeiðsmarknaðin, altso fyri at fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin skal borgarin vera í aldrinum 18 til 66 ár ella at klára seg við minni hjálp frá Almannaverkinum. - Eru hasi kriteriini ikki lúkað, so verður tú eftir øllum at døma bara sleptur. Eg gangi út frá, at um ein parkinsonsjúklingur onga venjing fær, endar viðkomandi sum óhjálpin, sigur Eyðun Christiansen. 50 prosent av viðgerðini er venjing hvønn einasta dag, og hini 50 prosentini eru heilivágur. Fær viðkomandi ikki tað, verður hann verri fyri, og vandi er fyri, at hann endar inni á røktarheimi. Ætlanin hjá nýggja landsstýrinum er samanumtikið, at rehabiliteringin skal styrkjast um alt landið. - Tey siga ikki neyvt, hvussu hon skal styrkjast, men eg gangi út frá, at rehabiliteringsdeplarnir hjá Almannaverkinum verða styrktir, men er tað meira av sosialum slag, at tú skalt verða partur av gerandisdegnum aftur sum sálarsjúkur ella sálarveikur, so er tað í stóran mun stuðulsfólkatænastan, ið skal styrkjast, sigur stjórin í Kommunufelagnum. Endurútbúgving Fólk fáa endurútbúgvingartilboð soleiðis, at tey kunnu arbeiða aftur, koma í eitt slag av starvsvenjing í til dømis einum tillagaðum starvi. Tú kanst verða beindur í eina ella aðra skipan, sum Almannaverkið rindar. Haraftrat skipar ALS fyri starvsvenjingartilboðum, sum vara í tríggjar mánaðir. - Vit hava ein her, og tað gongur soleiðis fyri seg, at Almannaverkið betalir ein part, og vit (Kommunufelagið) betala ein part. Og so ger mann inn ímillum eina eftirmeting og sigur: Hvussu heldur tú so, at tú fært burturúr? Eyðun Christiansen heldur, at tað, sum eyðkennir Føroyar sammett við onnur lond, er, at í Føroyum hava vit rættiliga pragmatiskar loysnir, sum í mongum førum ikki eru so reguleraðar. Hann heldur, at til dømis í Danmark eru loysninar reguleraðar soleiðis, at ert tú har, so hoyrir tú til har. Vit kunnu ið hvussu er staðfesta, at her royna vit altíð at finna loysnir. Sóknast eftir heildarætlan Okkum kunnugt er eingin føroysk heildarætlan enn fest á blað um rehabilitering, ið kundi givið eina ábending um, hvat tørvurin er í Føroyum á rehabilitering, og um hvussu vit skulu skipa okkum í framtíðini hesum viðvíkjandi ... Fysioterapeutarnir Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen hava arbeitt á sjúkrahúsi sum privatstarvandi og nú seinnu árini á eldraøkinum. Tær hava drúgvar royndir á rehabiliteringsøkinum og hava eisini tikið eftirútbúgving í rehabilitering. Rehabilitering verður ofta javnsett og sammerkt við endurvenjing, men hetta er ein trong fatan av rehabilitering. Endurvenjing snýr seg um at endurvenja og fáa ein ávísan mistan førleika og fimi aftur á beint, og tá er yvirhøvur bara tørvur á einum fakbólki. Rehabilitering verður mangan sett í samband við viðgerð, sum eisini er óheppið, tí viðgerð snýr seg um grøðing - lekidóm og linna. At fáa endurvenjing og viðgerð hevur eitt sonevnt monofakligt og biomedisinskt sjónarhorn. Tá ið ein harafturímóti arbeiðir við rehabilitering, snýr tað seg um borgarar, ið hava stórar trupulleikar. Teir hava mist likamligar, sálarligar ella sosialar førleikar og megna tí ikki gerandisdagin. Hetta krevur, at fleiri fakbólkar leggja nógv fyri, og hesir fakbólkar arbeiða saman við borgarunum og teirra avvarðandi fram ímóti teimum málum, ið strembað verður eftir. Rehabilitering hevur sostatt eitt tvørfakligt og biopsykososialt sjónarhorn. Endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og rehabilitering eru kjarnuøkir í fysioterapiini, og fyri at skilja ímillum hesi hugtøk, útgreina Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen hesi hugtøk nærri. Endurvenjing Endurvenjing fevnir um miðvísa, tíðaravmarkaða og samskipaða venjing, ið hevur til endamáls, at borgarin í størst møguligan mun kann endurvinna sínar mistu førleikar, bæði likamliga, kognitivt og sálarliga, so hann best møguligt kann venda aftur til sín gerandisdag, sum t.d. eftir beinbrot, blóðtøpp í heilanum, skurðviðgerð ella eftir drúgva sjúkralegu. Viðlíkahaldsvenjing Viðlíkahaldsvenjing er ein miðvís venjing við atliti til at varðveita verandi virkisførleikar og fyri at fyribyrgja heilsuligum trupulleikum, ið kunna standast av førleikatarni sum t.d. hjá borgarum, sum eftir lokna endurvenjing eru í vanda fyri at fáa afturstig, um teir ikki áhaldandi fáa venjing. Borgarar, ið bera brek og borgarar, sum hava varandi sjúkur hava ofta tørv á at viðlíkahalda førleikastøðið og fyribyrgja førleikamissi. Habilitering og rehabilitering Tað er ymist, hvussu hugtøkini habilitering og rehabilitering verða skilgreinað, men í Norra og Svøríki hava tey í mong ár skilt ímillum hugtøkini, sum endurgeva her. Habilitering merkir "at menna nýggj evnir", og málbólkurin er tí børn (0-18 ár), sum skulu stuðlast í at læra og venja nýggjar førleikar, sum tey ikki hava rokkið enn. Endamálið er sostatt at stuðla menningini og búningini hjá einum barni, sum hevur eina sjúku ella brek frá tí, at tað er føtt, ella sum tað er rakt av tíðliga í lívinum, og er eins og rehabilitering at fremja best møguligan virkisførleika. Rehabilitering kann lýsast sum "endurskapan av virkisførleika", og merkir sostatt, at tey mál, sum borgarin í eini rehabiliteringstilgongd vil arbeiða fram ímóti hevur støði í einum førleika, sum hann av lívsroyndum hevur havt fyrr, men sum hann hevur mist. Málbólkarnir í rehabilitering eru tí vaksin fólk. Rehabilitering Rehabilitering ella endurmenning er ein heilt onnur tilgongd enn endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Hóast hetta, so eru endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing aloftast ein partur av rehabiliteringini. Rehabilitering er ein persónsmiðsavnandi tilgongd, har borgarin er í miðdeplinum og serfrøðingur í egnum lívi, og tað er borgarin sjálvur, ið setir mál fyri, hvat miðast og arbeiðast skal fram ímóti. Rehabilitering hevur ikki fokus á sjúku, men á tær avleiðingar sum sjúka, heilsutrupulleikar og sosialar umstøður hava fyri virkisførleikan. Í donsku bókini Hvidbog om rehabilitering frá 2004 verður allýsingin av rehabilitering soleiðis orðað: Rehabilitering er eitt miðvíst og tíðaravmarkað samstarv millum borgara, familju og serkøn fólk. Endamálið er at borgarin, sum hevur, ella er í vanda fyri at fáa skerdan likamligan, sálarligan ella sosialan førleika, kann fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív. Rehabilitering leggur dent á alla lívsstøðuna hjá borgaranum, og avgerðirnar um stuðul byggja á vitan, samanhang og samskipan. Málbólkurin í eini rehabiliteringstilgongd eru borgarar, sum hava tørv á eini samanhangandi og tvørfakligari tilgongd í longri tíð, og borgarar, sum hava munandi avmarkingar við at megna gerandisdagin og at vera við sum samfelagsborgarar. Málbólkarnir í rehabiltering kunnu vera: 1. Borgarar, sum eru um at verða frískir eftir sjúku, sum t.d. krabbamein og sálarsjúku. 2. Borgarar, sum hava varandi sjúkur, og borgarar, sum eru hóttir av arbeiðsloysi, ella eru í vanda fyri ikki at kunna vera við og virka í samfelagnum, sum t.d. gikta, hjarta- og lungnasjúk. 3. Borgarar, sum hava nýliga komnan førleikamiss, ella sum hava varandi likamligt, sálarligt og sosialt førleikatarn, sum eru í vanda fyri at gerast arbeiðsleys og ikki kunna vera við í samfelagnum, t.d. eftir vanlukku- ella hjartatilburð og apopleksi. 4. Borgarar, sum eru føddir við likamligum, sálarligum ella sosialum førleikatarni, sum hava tørv á afturvendandi rehabilitering í mun til menningarstøðið, sum t.d. vøddasvinn, Cerebrala Paresu og sjón- og hoyriveik. Endamálið við rehabilitering er at stuðla undir, at borgarar, sum hava fingið, ella eru í vanda fyri at fáa týðandi skerd evni, antin likamliga, sálarliga ella sosialt, fáa eitt sjálvstøðugt, javnsett og innihaldsríkt lív út frá egnum ynskjum, raðfestingum og avgerðum. Eitt sjálvstøðugt, javnsett og innihaldsríkt lív merkir ikki neyðturviliga, at ein verður sjálvbjargin, sum tað mangan verður tulkað, men snýr seg heldur meira um hugtøk sum sjálvræði, samræði, sjálvsavgerðarrætt, javnsetan, inklusión og integratión. Rehabilitering snýr seg í stuttum um at stuðla borgarum, sum hava virkisførleikatarn at fáa og megna eitt gerandislív aftur og fáa tamarhald á egnari tilveru. Arbeiðsgongd í rehabilitering Arbeiðsgongdin í rehabilitering er skipað sum tvørfakligt toymisarbeiði, ið røkkur tvørtur um fakmørk og geirar, og tað er eitt javnbjóðis samstarv Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen, fysioterapeutar millum borgara, hansara avvarðandi og fakfólk, um endamál og tey mál, sum borgarin vil røkka. Tað, sum hevur størsta týdning, er at ganga borgaranum á møti í sambandi við ynskir og mál. Fakfólk kunnu gera sær eina meting um, hvat tey halda, at borgarin hevur brúk fyri at røkka, men sum tó hjá borgaranum hevur lítlan og ongan týdning í mun til okkurt annað. Hetta nágreina Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen við einum dømi um eina rehabiliteringstilgongd: Ein borgari hevur fingið heilaskaða, sum hevur havt við sær avlamni í aðrari liðini, sum ger at viðkomandi ikki kann flyta seg, ikki kann ganga, hevur trupult við at eta og talan er ávirka. Borgarin hevur familju og eitt arbeiði. Hansara størsta ynski er at gerast so sjálvstøðugur sum til ber, kunna búgva heima og hava eitt arbeiði. Her verður talan um rehabilitering og ikki bara endurvenjing, tí trupulleikarnir eru torgreiddir og fleiri fakbólkar mugu samstarva um at stuðla honum at røkka sínum málum. Byrjað verður við, at eitt fakfólk (toghaldari) setur seg saman við borgaranum og avvarðandi og tosar um ynskini og málini, sum borgarin hevur fyri framtíðina. Tá støðan er so torgreið, mugu málini útgreinast og smámál nágreinast. Toymið við fakfólkum (læknar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar, heilurøktarar og hjálparar, talupedagogar, dietistar) við serkunnleika á teimum ymsu økjunum fara so í gongd við at útgreina, hvussu støðan er, hvat skal til fyri at røkka málunum, útgreina menningarpotentiali og motivatión, um málini eru realistisk í mun til núverandi støðu, og hvussu útlitini eru. Her skal havast í huga, at talan er ikki bara um tann likamliga virkisførleikan, men hvussu borgarin megnar gerandisdagin og tað sosiala lívið. Síðan byrjar rehabiliteringin. Ein virkisætlan verður skrivað, har útgreinað verður, hvørja uppgávu teir ymsu fakbólkarnar hava, sum má verða nágreinað, og hvør uppgáva hjá borgaranum er. Virkisætlanin verður endurmett og rætta javnan, so hvørt sum smámálini verða rokkin, og sum frá líður er ikki neyðugt við onkrum ávísum fakbólkum í toyminum. Málini í byrjanini kunnu t.d. vera at kunna flyta seg sjálvur, eta sjálvur, busta tenn, tosa aftur, broyting av heilivági, venja gonguførleika, seta inn við hjalpartólum og bústaðarbroytingum. Seinni í tilgongdini koma nýggj mál, sum t.d. at fara til arbeiðis og læra at koyra bil. Tilgongdin verður endurmett javnan. Tá ið málini er nádd ella steðgur er í menningini, má avgerð takast saman við borgaranum, um roknast kann við, at meira skal røkkast, ella um rehabiliteringin er liðug. Tað er ikki altíð, at øll mál verða rokkin, men av tí at borgarin er ein virkin partur av rehabiliteringini og er við til at endurmeta og rætta javnan, er aloftast semja um, at rehabiliteringin er liðug, og ein ætlan um møgulig onnur átøk gjørd. At arbeiða soleiðis kann vera krevjandi, men verður arbeitt eftir eini greiðari virkisætlan, og øll geva sítt íkast til átakið, er tað ein sera spennandi máti at arbeiða upp á til gangs fyri borgaran, sum hevur mistar førleikar til at fáa ein gerandisdag aftur. Rehabilitering á eldraøkinum Eldraøkið varð lagt út á kommunurnar at umsita í 2015, og fleiri kommunur hava raðfest rehabilitering og veita samdøgursrehabilitering, sum fer fram á eldrabústovnum, umframt at rehabilitering eisini fer fram heima hjá borgaranum. Tá ið tað snýr seg um rehabilitering á eldraøkinum, er talan um borgarar 67 ár og eldri. Fakbólkarnir, ið samstarva, eru oftast fysioterapeutar, ergoterapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar saman við borgaranum og avvarðandi. Samstarvað verður eisini tvørtur um geirar, við læknar, sjúkrahús, almannaverk, á deildini fyri hjálpartól og Sjóndepilin. Eldraøkini hava haraftrat ymisk heilsufremjandi og fyribyrgjandi tilboð og átøk, sum stuðla undir virkisførleikan hjá tí eldra borgaranum, og hesi verða væl vitjað. Eldri borgarar, eisini í Føroyum, vilja búgva heima sum longst. Rehabilitering stuðlar undir hetta og er sostatt ein vinningur samfelagsbúskaparliga, eisini tí henda tilgongdin fyribyrgir afturvendandi innleggingum á sjúkrahús, og at eldri borgarar flyta á stovn. Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen siga, at teimum kunnugt er eingin føroysk heildarætlan enn fest á blað um rehabilitering, sum kundi givið eina ábending um, hvat tørvurin er í Føroyum til rehabilitering, og hvussu vit skulu skipa okkum í framtíðini hesum viðvíkjandi. Tíðin er kanska komin til, at hetta arbeiðið átti at verið raðfest, so borgarin sum hevur tørv á rehabilitering, fær bjóðað hesa tænastu uttan mun til aldur. - Royndirnar, vit higartil hava av rehabilitering á eldraøkinum, eru góðar og hava givið úrslit fyri borgaran. Tí halda vit, at sami leistur kundi verið brúktur til gagns fyri yngri borgarar, sum hava tørv á rehabilitering. Bara lúsin útlendsk er Í Føroyum hava vit altíð havt hetta við, at bara lúsin útlendsk er, so er alt í fínasta lagi, sigur Benadicta Sólheim Ellingsgaard, deildarleiðari á Fysiurgisku deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í sambandi við søguna um ein sjúkling, sum hevði verið alt ov leingi í Danmark. Eitt, sum hendi í juni 2015, var, at tann fyrsti sjúklingurin, sum kom heim úr Danmark, ein neurologiskur, sum hevði fingið ein massivan heilaskaða og hevði verið í Danmark alt ov leingi. Ein pástandur hjá tí tvørfakliga toyminum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (KS) er, at vit í summum førum "ókritiskt" senda sjúklingar til Danmarkar. Hetta eru sjúklingar, sum t.d. eru skaddir á talisentrið. Tú skalt til Danmarkar at fyrihalda teg til eitt fremmant mál hjá einum talipedagogi, sum ikki skilir føroyskt og als ikki eigur tey ljóðini í sær, sum eru í føroyskari úttalu. Tú ert burtur frá tínum nærumhvørvi og tínum næstu. Tú situr og hyggur út ígjøgnum vindeygað og sært inn í ein skóg, og tú ert vanur at síggja niðan í fjøllini og oman á sjógv og hevur kanska bát. Tað er sjálvsagt gott, at sjúklingar verða sendir til Danmarkar í akuttu fasuni, um tørvur er á serligari viðgerð, sum ikki finst í Føroyum. Tað er í nógvum førum ov nógv, sum talar ímóti, at hesir sjúklingar verða verandi í Danmark í longri tíð í sambandi við endurvenjing, men vit hava bilt okkum inn, at vit hava ikki kompetansuna í Føroyum. - Okkara spurningur er: Hvat duga danskir fysio- og ergoterapeutar og heilsustarvsfólk annars, sum vit ikki duga í Føroyum? Væl fyri fakliga Benadicta Sólheim Ellingsgaard heldur, at føroyskir fysioterapeutar eru ómetaliga væl fyri fakliga, tí nógv skeið verða hildin í Føroyum. Hon fegnast um, at í heilsuverkinum eru nógv skeið fyri bæði fysioterapeutar og ergoterapeutar. Í sambandi við henda umrødda, lokala sjúklingin í síni ringu støðu vóru tey í toyminum so djørv og kanska braneggjað, at tey bjóðaðu seg fram, eisini tí, at pengar vóru ikki til at lata sjúklingin verða verandi í Danmark. So royndu vit her, og tað varð ið hvussu so er ein alvorlig successøga. Viðkomandi er væl fungerandi í dag, koyrir bil, hevur stuðul nakrar fáar tímar - eg veit ikki ordiliga hví - men tað vendi sum á einum bretti, tá ið sjúklingurin kom upp til Føroyar. Hetta eydnaðist so væl við einum samskipaðum átaki bæði frá seingjardeildini, ergoterapi og fysioterapi. Síðan varð spurt í miðlunum: Hví eru føroyingar, sum eru sendir á viðgerðarstovn í Danmark, nógv longri á stovninum enn danir í somu støðu? Danskarar eru í miðal tríggjar mánaðir á hesum stovninum, meðan føroyingar eru har í eitt hálvt upp í eitt heilt ár. Hetta kostar - talið er ikki neyvt - upp í 17.000 krónur um samdøgrið í Danmark. Gev okkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 17.000 krónur, ella 10.000 krónur, ella 5.000 krónur, so skulu vit eisini vísa tykkum, hvat vit kunnu gera. Víðfevnt tvørfakligt toymi Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi starvast eitt tvørfakligt toymi við sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, fysioterapeutum og ergoterapeutum, ið hava servitan og førleikar til at veita neurorehabilitering. Tíðarperspektivið er upp í tríggjar mánaðir undir innlegging, tó við atliti at tørvinum hjá tí einstaka. Rehabiliteringin eftir at sjúklingurin er útskrivaður, fer fram ambulant á fysiurgisku deild á KS fyri borgarar í nærumhvørvinum, har KS skipar fyri flutningi. Við longri fjarstøðu verður roynt at samskipa við hini sjúkrahúsini og eldrasamtøkini, og í einstøkum førum koyra avvarðandi borgaran inn á KS til venjingar. Yvirskipað er tað álagt teimum í Sjúkrahúsverki Føroya, at tá ið ein sjúklingur verður útskrivaður av einum sjúkrahúsi, fer viðkomandi út við eini endurvenjingar- ella endurmenningarætlan, so tað liggur í kortunum, at starvsliðið skal gera okkurt, meðan sjúklingurin er innlagdur, og tey skulu halda fram, tá ið viðkomandi er farin út haðani. Leiðslan má vera við Fyri fýra árum síðan varð skipað ein integrerað medisinsk/kirurgisk deild á KS, og toymisskipanir vórðu gjørdar. Frammanundan var samstarvið millum fysiurgisku deild, sum er terapiin, og seingjardeildina ikki so skipað, sum tær í tí tvørfakliga toyminum, Synnøva Hansen, Benadicta Sólheim Ellingsgaard, Kitty Trúgva dóttir og Miriam Hjelm, halda, at tað er nú. Síðan hevur toymið gjørt undirvísingartilfar, ið snýr seg um rehabilitering, sum er orðið, tey brúka á KS. Og kravt varð, at øll starvsfólk, bæði í terapiini og seingjardeildini - toymið - hevði viljað, at bæði vaskifólk, portørar og leiðsla vóru við, tí at rehabilitering er leiðslustýrd og er treytað av, at øll kenna til tað. Er leiðslan ikki høvuðstoghaldarin, so eydnast tað ikki. Eisini á KS hildu tey seg til Hvítubók hjá Marselisborg sjúkrahúsi í Aarhus, har tey komu við allýsingini av, hvat rehabilitering er fyri nakað. Tað serliga við allýsingini av rehabilitering, og sum øgiliga ofta hevur verið umlopið, er har tað stendur, at borgarin, sum er í vanda fyri ella hevur fingið eitthvørt at dragast við ... Mann er ofta farin beint til tann, sum hevur eitthvørt at dragast við, og mann gloymir, at tað stendur eisini er í vanda fyri, so at hugtakið rehab- ilitering er stórt, vítt og breitt, sigur Benadicta Sólheim Ellingsgaard, deildarleiðari á Fysiurgisku Deild. Tey byrjaðu á rehabiliteringseindini á seingjardeildini. Har er ein rehabiliteringseind, ið hevur níggju sengur, tvær fýramannastovur og ein einmansstova. Nyttug samanlegging 21. mars í 2015 vórðu seingjardeildirnar á KS lagdar saman. Ein umbygging fór fram á Deild A. Áðrenn tað vóru tvær seingjardeildir á KS, Deild M, sum var medisinsk, og Deild A, sum var kirurgisk. Á báðum deildum høvdu tey endurvenjingar. Leiðslan hevði avgjørt, at deildirnar skuldu leggjast saman - eina medisinska og eina kirurgiska - tað verður ikki gjørt nógvastaðni í verðini, men tá ið tey á KS fóru undir ta tilgongdina, avráddu tey at taka ein sosiolog inn, Mariannu Andreassen. Tey vórðu býtt upp í bólkar, ið skuldu skriva um tað virksemi, sum hevði verið, og um tað virksemið, sum tey væntaðu, fór at vera. Í tí tilgongdini arbeiddu tey sera nógv við ætlanini um, hvussu tey skuldu skipa seg. Hugt varð at sjúklingabólkunum, og komið var fram til, at tað vóru tríggir høvusbólkar, sjúklingar, ið hava tørv á neyvari observatión, sjúklingar til útreiðan og sjúklingar til endurvenjing. Tey skipaðu deildina í trý toymir. Toymi 1 róptu tey Akutttoymið, sum er eitt blandað toymi við fimm sjúklingum, ið kunnu vera hálvintensivir, dementir og doyggjandi og hava brúk fyri tættari observatión og hjáveru, umframt akutt móttøka, dagskurð og viðrakning. Toymi 2 er blandað toymi við níggju sjúklingum, sum eru til útreiðan, og Toymi 3 er blandað toymi við níggju sjúklingum, sum eru til endurmenning ella rehabilitering, sum tey helst vilja kalla tað. Fokus á økið Tá ið tey fóru undir ta tilgongdina, skipaðu tey seg við einum toymisleiðara fyri hvørt toymi. Tað, sum endamálið var við allari toymisskipanini, var, at tey høvdu fokus á eitt øki. Tey eru fegin um toymisskipanina, tí í dag hava tey eina betri rehabilitering enn í 2015, tí tey miðvíst arbeiða við at hava fokus á endurvenjing, at hava fokus á tað tvørfakliga samstarvið, at tey síggja sjúklingin við hvør sínum fakligu brillum, og at tey øll í felag lyfta sjúklingin. Til dømis, tá ið tey hava ein sjúkling, sum verður innlagdur til rehabilitering, sita tey saman við sjúklingi, avvarðandi, kanska heimatænastu/almannaverki og gera eina móttøkusamrøðu/væntanarsamrøðu. Allir fakbólkar eru við í hesi samrøðuni, og saman við sjúklinginum verður rehabiliteringsætlan gjørd, sum tryggjar, at arbeitt verður móti einum felags máli, sum sjúklingurin saman við toyminum hevur sett. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru tvey sløg av rehabilitering, tann stutta rehabiliteringin, ið eru upp til tríggjar vikur og umfatar fasu-3 sjúklingar. Tann longra spesialiseraða rehabiliteringin er ein tilgongd, sum er upp til tríggjar mánaðir og umfatar fasu-2 sjúklingar. Leisturin við felags móttøku og at seta mál er eins fyri báðar rehabiliteringsgongdirnar. Tann spesialiseraða rehabiliteringin umfatar sjúklingar, sum antin eru yvirfluttir av donskum endurvenjingarstovnum ella Landsjúkrahúsinum. Samstarvið kom í lag í samráð við Bjarka á Rógvu, neurolog, sum er staðsettur í Danmark. Hann varðar sum konsulentur gjøgnum Landssjúkrahúsið av sjúklingum við seinheilaskaða, sum koma heimaftur. Neurologurin hevði loftað søguni um kvinnuna frá 2015 og fór so saman við toyminum á KS at royna hesa mannagongdina. Rehabiliteringstoymið hevur videofund. Er tað ein persónur, sum er undir 67 ár, boða tey Almannaverkinum frá, tí Almannaverkið varðar av fólki undir 67 ár. Tey sita á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við telduskíggjan, tey á endurvenjingarstovninum í Danmark eru loggað á saman við sjúklingi og avvarðandi, umframt at Almannaverkið ella eldrasamstarv eru við á fundinum. Á videofundinum verður vitan býtt millum báðar geirar, og avtalur verða gjørdar. Fyri at tryggja eina dygdargóða yvirflyting, fer starvsfólk á KS eftir sjúklinginum - vanliga ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein terapeutur frá ergo- og fysioterapiini. Yvirhøvur verða tríggir dagar settir av til hetta, bæði fyri at tryggja eina góða yvirlevering og at menna fakligar førleikar. Bindiliðið Á KS fær sjúklingurin tillutaðan ein kontaktpersón á seingjardeildini, sum er bindiliðið til avvarðandi og terapitoymið. Ein kontaktpersónur er haraftrat á fysiurgisku deild, og hesin er kontaktpersónur millum seingjardeildina og Almannaverkið/eldrasamtak. Ta fyrstu vikuna verður ein innleggingar og væntanarsamrøða saman við sjúklingi, avvarðandi og tí tvørfakliga rehabiliteringstoyminum. Endamálið við samrøðuni er at skapa eitt gott grundarlag fyri samstarvi og greitt uppgávubýti millum sjúkling, rehabiliteringstoymið og avvarðandi, har væntanir og førleikar verða tillagað. Ein rehabiliteringsætlan verður gjørd saman við sjúklingi og rehabiliteringstoymi, og fyribilsdagfesting verður ásett fyri útskriving. Miðvegissamrøða verður avtalað við innleggingarsamrøðuna. Tey, sum eru við, eru sjúklingur, avvarðandi, almannaverk/eldrasamtak og rehabiliteringstoymið. Rehabiliteringssamrøða er vikuna fyri, at sjúklingurin verður útskrivaður. Henda samrøða er millum sjúkling, avvarðandi, lækna og rehabiliteringstoymið og aðrar skipanir, sum eru við í málinum. Hvørja viku er tvørfaklig konferansa á seingjardeildini. Ergo- og fysioterapi verða veitt tvær ferðir um dagin allar yrkadagar. Á seingjardeildini verður dentur lagdur á at útinna førleikarættaða sjúkrarøkt umframt at útinna útdelegeraðar ergo- og fysioterapeutiskar uppgávur alt samdøgrið. Annars hevur tað tvørfakliga toymið á Klaksvíkar Sjúkrahúsið eitt týðandi tilmæli: Læknafakligi førleikin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í sambandi við neurolog er ikki til. Mælt verður tí til, at neuro- logur er við til allar samrøður, umframt at neurologur gongur stovugongd eina ferð um vikuna og fylgir rehabi- literingstilgongdini. Neuropsykologur er ikki settur til somatikkina við føroyska sjúkra- húsverkið. Minsta mark má vera, at sjúklingurin fær eina neuropsyko- logiska meting við byrjan av inn- leggingini. Mælt verður til, at neuro- psykologurin er við á tvørfakligum konferansum soleiðis, at rehabili- teringstoymið kann sparra og fáa amboð til at menna kognitivar før- leikar hjá sjúklinginum. Hetta kann samstundis gera sítt til at menna før- leikar hjá rehabiliteringstoyminum. Neuropsykologurin kann saman við rehabiliteringstoyminum skipa fyri frálæru fyri sjúkling og avvarðandi. Ein neuropsykologur eigur at verða settur við føroyska sjúkrahúsverkið. Alternativið er, at peningur verður settur av til eksternar konsulent- tænastur. Sjúklingar við samskiftisavbjóðing- um hava stóran tørv á talipedagogi. Í føroyska sjúkrahúsverkinum er eing- in talipedagogur settur. Ein talipeda- gogur eigur at verða settur við før- oyska sjúkrahúsverkið, alternativt at peningur verður settur av til eksternar konsulenttænastur. Fleiri av sjúklingunum, sum eru innlagdir til neurorehabilitering, eru í arbeiðsførum aldri. Tí verður mælt til, at sosialráðgevi er knýttur at til- boðnum. Broytta lívsstøðan ber í sær, at sjúk- lingurin er ofta í sálarligari kreppu. Tí verður mælt til, at sálarfrøðingur er knýttur at tilboðnum. Samgongan miðvís við rehabilitering At seta rehabilitering inn í samgonguskjalið er ein staðfesting av, at vit í samgonguni fara at arbeiða miðvíst við rehabilitering - og tað er eisini neyðugt, at vit øll - og ikki bara eg sum landsstýriskvinna í almannamálum - hava hesa ætlan og arbeiða miðvíst við ætlanini. Hetta sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, og hon upplýsir, at fyrsti fundur í hesum sambandinum hevur verið millum hana og Kaj Leo Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum og tvey samgonguumboð í Trivnaðarnevndini um, hvussu tey fara til verka soleiðis, at tey veruliga fáa rehabilitering á breddan. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur sína hugsan um, hvussu ein yvirskipað lóg um rehabilitering og vælferð skal gerast. Hon hevur verið limur í Trivnaðarnevndini og var eisini við í tilgongdini hjá undanfarnu landsstýriskvinnu at orða uppskotið um vælferðarlóg. Uppskotið aftur í Løgtingið - Tað er lagt stórt arbeiði í uppskotið, og eg ætli mær avgjørt at stríðast fyri, at uppskotið kemur aftur í Løgtingið í hesum tingári, sigur landsstýriskvinnan. - Eg eri farin undir at endurskoða uppskotið til vælferðarlóg saman við starvsfólkunum í Almannamálaráðnum og tað verða helst eisini gjørdar onkrar broytingar í sambandi við uppskotið, sum varð lagt fyri Løgtingið í vár. Uppskotið um vælferðarlóg kann sigast at vera ein rehabiliteringslóg, sum tó bara fevnir um ta hjálp, sum kann veitast á almannaøkinum. Eggjar og stuðlar Rehabiltering snýr seg grundleggjandi um at eggja, stuðla og hjálpa fólki, sum fáa ella hava viðfødd brek at fáa tað lív, tey sjálv vilja liva og klára. Hetta er eisini grundsjónarmiðið aftan fyri uppskotið um vælferðarlógina, sum byggir á, at borgarin skal vera so sjálvhjálpin sum gjørligt, og at hjálpin skal hava útgangsstøði í teimum førleikum, ynskjum og tí tørvi, sum viðkomandi hevur. Tað er beinleiðis ásett í lógini, at hjálp skal veitast soleiðis, at borgarin í størst møguligan mun megnar at uppihalda sær sjálvum og liva eitt so sjálvstøðugt, støðugt og innihaldsríkt lív sum til ber. Borgarin skal vera við Tað er eisini beinleiðis ásett, at borgarin skal takast við í tilgongdina, og at ein ætlan, sum er tað sama sum ein rehabiliteringsætlan, skal gerast saman við borgaranum og ikki fyri borgaran. Ætlanin skal fevna um, hvørjar veitingar og tænastur persónurin hevur brúk fyri, umframt endamálið við hesum. Ætlanin skal eisini fevna um væntaða longd á fyriskipanum og skiftið frá einum lívsskeiði til næsta. Í tann mun persónur er undir fyriskipan ella ætlar at fara undir fyriskipan hjá øðrum myndugleika ella sjálvsognarstovni, eigur ætlanin eisini at fevna um samskipan í sambandi við slíka fyriskipan. - Tað liggur í okkum menniskjum at taka okkum av hvørjum øðrum og tað er kanska serliga í Føroyum, at familjan framvegis eigur ein týðandi leiklut í lívinum hjá øllum og er ofta serfrøðingur í lívinum hjá hesum borgarum. Ofta er tað tað einasta varandi sambandið sum er. Avbjóðingin er at finna eina javnvág millum sjálvsavgerðarrættin hjá borgaranum, ressursurnar í familjuni og fíggjarliga rásarúminum hjá myndugleikunum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum. Vit skulu duga betur Samanumtikið skulu vit duga betur at stuðla og hjálpa familjuni til at varðveita sambandið. Vit skulu spyrja, hvussu vit saman kunnu staðfesta, hvat familjan vil taka sær av, og hvussu hetta kann lata seg gera. Rehabilitering er ikki bara endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Rehabilitering fevnir um eina røð av veitingum og tænastum, ið samanlagt stuðla undir, at fólk fáa eitt fyri tey virðiligt og innihaldsríkt lív. Í uppskotinum um vælferðarlóg eru ein røð av amboðum, ið kunnu gera sítt til, at borgarin gerst so sjálvhjálpin sum gjørligt, kann fáa ella varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin og klára seg uttan ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Skipaða viðlíkahaldsvenjing - Eg haldi sjálv, at tað hevur sera stóran týdning, at vit í Føroyum fáa stovnsett eina skipaða viðlíkahaldsvenjing. Tað gevur ikki meining, at vit brúka tíð, pengar og orku til at endurvenja førleikar hjá borgarum, um vit ikki eisini geva teimum hjálp til at viðlíkahalda sínar førleikar. Landsstýriskvinnan í almannamálum sigur, at tað er neyðugt, at vit áhaldandi arbeiða miðvíst við at styrkja ta endurvenjing, sum er skipað kring landið og ikki minst at fáa samskipanina millum myndugleikar at virka betur. Tað er longu ásett í kunngerð, at sjúkrahúsverkið og almannaverkið skulu samstarva um borgarar, sum ferðast ímillum, og at hvør borgari skal hava eina endurvenjingarætlan og ein persón, sum tekur sær av samskipanini. - Tað er neyðugt at vit blíva við at arbeiða við at íverkseta hesar reglur soleiðis, at borgarin lættari kann ferðast millum geirar, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum. MEGD við á ráðstevnu um etikk í heilsurøkt og gransking í smásamfeløgum Ráðstevnan "Etikkur í heilsurøkt og gransking í smásamfeløgum" varð hildin í Kongshøll hósdagin 12. september. Ráðstevnan viðgjørdi teir stóru etisku spurningarnar í heilsurøkt, eitt nú, hvørja atgongd skulu vit hava til heilsutænastur, raðfestingar á heilsuøkinum, privatlív og trúnaðarviðurskifti. Eitt annað evnið, sum varð viðgjørt á ráðstevnuni, var stigmatisering í sambandi við heilsurøkt og gransking í smásamfeløgum, og kjakast varð um, hvat vit kunnu meina um hesi viðurskifti. Fyilestrahaldarar vóru úr Norðurlondum og Kanada. The Nordic Committe on Bioethics, NCBio, sum er ein nevnd undir NordForsk og Norðurlandaráðnum, skipaði fyri ráðstevnuni í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya. Súsanna Mortensen, námslektari í sjúkrarøktarfrøði á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, er eygleiðari fyri Føroyar í nevndini og hevur verið við í fyrireikingini av ráðstevnuni í Føroyum. Hon heitti á MEGD um at hava eina framløgu um sjónarmiðini hjá limafeløgunum við heitinum: "Hvat vilja fólk ella sjúklingar?" Áhugaverdar ábendingar Fyri at gera kanningina setti MEGD seg í samband við limafeløgini og bóðu tey lýsa, hvørjar upplivingar og hugsanir, tey hava um etiskar avbjóðingar, tá ið tað ræður um at taka ímóti heilsutænastum og almannaveitingum og at vera við í gransking í Føroyum. Sjey limafeløg sendu svar inn. Síðan vóru svarini gjøgnumgingin og hugt varð at, hvørji evnir vóru afturkomandi. Fyri at fáa lýst høvuðsevnini betur, var bólkasamrøða gjørd við fýra luttakarar. Úrslitini, sum vórðu løgd fram á ráðstevnuni, vóru sostatt við støði í skrivligu svarunum og bólkasamrøðuni. Vit lýsa hesa kanningina sum "at lyfta lokið av". Bæði evnini og ábendingarnar í kanningini, sum komu fram, vóru sera áhugaverd og fjølbroytt og eiga avgjørt at verða tikin upp í granskingarhøpi og kannað betur. Samanumtikið kann sigast, at úrslitini vístu, at tað eru bæði fyrimunir og vansar at vera við í gransking, og tá ið tað kemur til at taka ímóti heilsutænastum og almannaveitingum í okkara lítla samfelag. Høvuðsevnini, sum vit varpaðu ljós á, vóru: Kanningin er løgd fram fyri limafeløgini í MEGD. Er áhugi fyri at hoyra meira um kanningina, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við MEGD. Saman við øðrum mennast og broytast vit Vit eru sosialar verur. Hetta merkir millum mangt annað, at vit hava brúk fyri hvørjum øðrum fyri at fáa eitt gott lív. Tí gevur tað meining, tá ið lívið bjóðar av, at vit leita til onnur í somu støðu, sum vit eru í. Har kenna vit okkum skilt og hoyrd, og har kunnu vit finna ráðgeving og hjálp til sjálvhjálp. Hetta er grundarlagið undir teimum 24 limafeløgunum hjá MEGD, sum arbeiða hvør á sínum øki. Tey ráðgeva, skipa fyri tiltøkum og ávirka politisku skipanina til munagóðar batar. Eg havi sum forkvinna í MEGD ofta hugsað um, hvat motiverar sjálvboðin í limafeløgunum. Hvat ger, at summi velja at brúka dýrabara tíð og orku her? Uppgávan er avbjóðandi, tað kann vera langt millum batarnar, og samstarv krevur nógv av einstaklinginum. Tó vísir tað seg, at tað hóast alt eru júst teir smáu batarnir til frama fyri onnur, sum geva sjálvbodnu uppgávuni meining, og tað er har, sjálvboðin finna orku at halda fram. Í bókini En postmoderne helgen? - om motiver til frivillighed spyr Ulla Habermann, fil. dr. á setrinum í Lund, hví fólk brúka frítíðina sum sjálvboðin. Ein av niðurstøðum hennara er, at vit kunnu ikki skilja sjálvbodnu uppgávuna uttan samstundis at góðtaka tað, sum liggur í hugtøkunum ósjálvsøkni og næstrakærleiki. Við øðrum orðum skilir hon sjálvboðið arbeiði sum eina lívsgrundreglu og sum eina etiska grundhugsan mótsett egoismu og tí at vera sjálvupptikin. Sjálvboðin hugsa heldur um, hvussu onnur hava tað, enn hvat tey sjálvi persónliga fáa afturfyri. Sjálvboðin á brekøkinum vilja vera til hjálp, til nyttu, og tað er eldhugin og sosiali ójavnin, sum drívur verkið. Júst her síggja vit, at tað ofta eru lívsumstøður, sum avgera, um vit gerast sjálvboðin á økinum. MEGD-blaðið hesa ferð varpar ljós á sjálvboðið arbeiði við serligum atliti at sjálvhjálparbólkum. Sjálvhjálparbólkar geva luttakarunum møguleika at tosa opið og erliga um avbjóðingar við tí endamáli at hitta onnur í líknandi støðu. Luttakararnir kunnu stuðla hvørjum øðrum og veita hjálp til sjálvhjálp, uttan at hetta er eitt viðgerðartilboð. Sjálvboðin og fakfólk samstarva um uppgávuna, sum gevur meining hjá mongum. Vónandi gevur blaðið tær nakað at hugsa um og møguliga eisini, hvussu tú kanst nýta tína tíð og orku. Brúk er fyri tær, tí saman mennast og broytast vit. MEGD takkar eldsálunum í limafeløgunum! Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD Saman um eina góða søk Hvussu hevði føroyska samfelagið verið, um ikki so nógv fólk vóru virkin í sjálvbodnum arbeiði? Hugsa um øll tey, sum hjálpa til í sjálvbodnum arbeiði millum børn, ung, vaksin og eldri í t.d. ítrótti, samkomu- og kirkjuarbeiði og nógvum ymiskum felagsskapum Hugsa um úrslitið av øllum tí sjálvbodna arbeiðinum. Átøk, sum stimbra trivnað og heilsu føroyinga til likams, sálar og anda eins og skapanar- og fatanarevni. Og so er tað alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í limafeløgunum hjá MEGD. Og vit hava onnur áhugafeløg eisini, sum gera eitt megnar sjálvboðið arbeiði fyri at lívga og stuðla fólki, sum fáa eitthvørt at stríðast við, tað veri seg brek ella sjúku. Limafeløgini hjá MEGD gera eitt týdningarmikið arbeiði fyri at betra umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek. Tey gera vart við viðurskiftini mótvegis tí politiska myndugleikanum. Ikki minni týdningarmikið er tað persónliga sambandið við einstaklingar og avvarðandi, her tey veita stuðul og ráðgeving og veita soleiðis megd til at liva við avbjóðingum. Hetta ber til, tí tey sjálvi kenna avbjóðingina, tey eru avvarðandi, og tey arbeiða á økinum. MEGD setti limafeløgunum tríggjar spurningar: Hví eru tey við í sjálvbodnum arbeiði? Hví halda tey á við sjálvbodnum arbeiði, og hvørji tilboð bjóða tey limunum? Yvirhøvur var svarið, at tey gera sjálvboðið arbeiði, tí tey vilja gera mun og gera umstøðurnar so liviligar sum gjørligt hjá fólki, ið hava avbjóðingar, og avvarðandi teirra. Haraftrat varð nevnt, at tað er ein samfelagsskylda at geva av sínum førleikum og royndum. Tey kunnu eisini vísa á, at teirra arbeiði hevur givið ítøkilig úrslit. Og satt er tað, at saman eru vit sterkari. Sum føroyska orðatakið sigur Skjótari bera tveir fuglar í reiður enn ein. Les áhugaverdu svarini hjá limafeløgunum á síðu 7. Eru fyrimunir við at gera sjálvboðið arbeiði? Svarið er ja. Ein skandinavisk kanning, har 14.000 fólk vórðu spurd, kom til ta niðurstøðu, at tað eru væl brúktir tímar, ið verða givnir til sjálvboðið arbeiði (Statens Institut for Folkesundhed, SDU, 2018)1 . Niðurstøðan var, at fólk, sum gera sjálvboðið arbeiði, sannlíkt fáa betri sálarliga heilsu enn tey, sum ikki gera sjálvboðið arbeiði. Hetta vísti seg sum jaligar kenslur og vælvera, og hvussu ein er í samveru og samspæli við onnur í gerandisdegnum. Tað var uttan mun til aldur, samfelagsliga ella fíggjarliga bakgrund, heilsu og møguligt brek hjá teimum sjálvbodnu. Soleiðis var niðurstøðan, at tað var samband millum blómandi sálarligu heilsuna, sama hvør ein var, hvaðani ein kom, og hvussu nógva orku ein hevði. Greinin vísir á, at tað kann komast av, at ein sum sjálvboðin ger nakað innihaldsríkt, ósjálvsøkið, at tú hjálpir øðrum og harvið er við til at gera verðina betri. Tú følir, at tú 1 - https://www.sdu.dk/da/sif/ugens_tal/48_2018 arbeiðir fyri eini góðari søk og ger nakað innihaldsríkt. Tú fært tað betri við teg sjálvan, og soleiðis styrkir tað sálarheilsuna. Ein eykavinningur er, at tú lærir eisini nýggjar førleikar. Orðini gávumild sál trívst, og tann, ið ein leskar onnur, verður leskaður sjálvur (Orðt. 11,25), og sælari er at geva enn at fáa ( Áp. 20,35) eru í samsvari við úrslitini í kanningini. Kunnu øll gera sjálvboðið arbeiði? Øll, ið vilja geva nakað av sær sjálvum, kunnu vera við í sjálvbodnum arbeiði. Eingin kann gera alt, men øll kunnu gera nakað. Tó má vera samsvar millum krøvini í sjálvbodna arbeiðinum og orkuna, vit hava, um sjálvbodna arbeiðið skal geva nøgdsemi. Tá ið vit arbeiða við menniskjum, eru vit sjálvi tað týdningarmesta amboðið - og týdningarmikið er at halda við líka og at vera góð við og lurta eftir hesum einastandandi amboði. Latið okkum í felagsskapinum, har vit eru, ansa eftir hvørjum øðrum og sansa, hvussu vit kunnu gagnnýta orkuna hjá hvørjum øðrum og vera við til at geva hvørjum øðrum yvirskot. Í hesum sambandi er áhugavert at eygleiða, hvussu villgæsnar samstarva. Tær eru góð fyrimynd, tá ið ræður um leiðslu, ábyrgd og samanhald. Tær ferðast í flokki, og tað krevur gott toymisarbeiði at flúgva ein tein upp á 600-800 kilometrar um dagin uttan steðg. Við at samstarva spara tær orku, so hjartað ikki slær ov títt. ADHD Felagið Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði? Vit vilja fegin vera tann hjálpin, sum vit sjálv hava havt og hava brúk fyri og vera ein rødd hjá teimum, sum onga rødd hava. Vit vilja seta andlit á ADHD, umboða og avstigmatisera við at geva okkara íkast til at víðka vitanina um ADHD í øllum fláum og skipanum í samfelagnum. Soleiðis kunna vit bøta um korini hjá fólki við ADHD og avvarðandi teirra og vera við at gera Føroyar rúmligari hjá øllum at búgva í. Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði? At vera við í sjálvbodnum arbeiði gevur okkum fleiri ferðir aftur tað, ið vit geva. Løtan, tá ið tú merkir og sært, at tú birtir eina vón í einum menniskja, ið annars er umgyrt av ruðuleika - ja, tá er meining í øllum arbeiði. At arbeiða til frama fyri ADHD-rakt er motiverandi og jaligt, tí vit fáa sera góða móttøku, stuðul og ofta undirtøku, har vit venda okkum til. Hóast tílíkt arbeiði ofta tekur tíð, síggja vit nógvar ringar í vatninum av okkara sjálvbodna arbeiði. Tann praktiska vitanin, vit fáa um ADHD og samfelagið, kunnu vit ikki lesa okkum til og ger eisini sítt til at gera lívið hjá tí ADHDrakta og avarðandi lættari. Hvørji tilboð bjóða tit limunum? Stóra limatilgongdin í felagnum seinasta árið gevur væl betri møguleikar at skipa fyri limatilboðum. Flestu fólk við ADHD og teirra næstu hava kent seg ógvuliga einsamøll, tí ADHD er vanliga ikki nakað, tú tosar við onnur um. Tí hava vit lagt okkum eftir at vísa andlit, ítaluseta ADHD og vera sjónlig og bjóða til kontakt bæði á nýggju heimasíðuni, Facebook og Instagram, har vit javnan leggja tilfar út. Tað eru vit í nevndini, avvarðandi hjá ADHD-raktum, ið svara telefon, telduposti, Messenger og øðrum boðum. Okkara ynski er at skipa fakliga ráðgeving, eitt nú við fastari telefontíð. Hetta arbeiða vit við. Vit hava havt limafundir og ADHD-rundferðina, sum tíverri mátti steðga vegna korona. Í februar byrjaðu fýra sjálvhjálparbólkar, sum hava eydnast sera væl. Tilboðið fer at halda fram. Alzheimersfelagið Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði? Alzheimersfelagið er eitt felag, hvørs nevndarlimir gera sjálvboðið ólønt arbeiði, tí vit halda tað vera umráðandi at hjálpa teimum, sum eru vorðin demenssjúk, familjum teirra og avvarðandi. Vit vilja vera málgagn teirra, sum ofta hava brúk fyri eini rødd, ið hoyrist hjá myndugleikum og øðrum viðkomandi stovnum. Tað halda vit í nevndini vera týdningarmikið og gagnligt hjá teimum sjúkuraktu, teirra næstringum og samfelagnum. Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði? Tvær høvuðsgrundir eru til, at vit hava hug og vilja at halda fram við okkara sjálvbodna arbeiði: Tann fyrra er, at tey sjúkuraktu kunnu ikki sjálv tala sína søk, og tann seinna er, at okkara avrik tykjast at hjálpa og gera mun. Ein, kanska meginatvold til hetta er, at nevndin frá byrjan hevur verið samansett av bæði avvarðandi, ið umboða tey sjúkuraktu og kenna persónliga trupulleikan best, og fakfólkini hava neyðuga serkunnleikan til at seta ta røttu kósina sum serkøn og fakligir vegleiðarar. Í fleiri førum eru og hava nevndarlimir verið bæði avvarðandi og fakfólk. Hvørji tilboð bjóða tit limunum? Alzheimerfelagið varð stovnað í septembur í 2001, og felagið hevur verið rættiliga virkið hesi 19 árini. Felagið hevur m.a. staðið fyri at útbúgva 20 teir fyrstu demenssamskipararnar. Tað stóð fyri verkætlanini Dalalon - eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúkum. Úrslitið av hesari verkætlanini er í dag dagtilhaldið Stjørnulon, sum Tórshavnar kommuna rekur. Í 2015 var ein demensætlan handað avvarðandi ráðharrum á almanna - og heilsuøkinum, har umboð fyri Alzheimerfelagið eisini hevði sín leiklut. Felagið hevur skipað fyri almennum fundum á øllum eldraøkjunum fyri at vita, hvat tørvurin er kring landið og soleiðis fáa íblástur til, hvørjum arbeiðast skal við, og hvussu. Felagið stuðlar og hevur stuðlað fleiri granskingarverkætlanum. Felagið hevur skipað fyri avvarðandibólkum og skeiðum fyri avvarðandi. Felagið hevur Demenslinju, tlf 788012, ið svarar týskvøld millum kl. 18 og 20. Felagið er rødd teirra sjúku og avvarðandi teirra. Tí hevur felagið eisini skipað fyri fleiri pallborðsfundum við politikarum og øðrum viðkomandi fólkum á hesum øki. Eftir at felagið gjørdi vart við tvørrandi tilboð til fólk, yngri enn 67 ár við demensi, gjørdist Skotarók veruleiki. Hesi fólkini eru undir Almannaverkinum, sum rekur Skotarók. Felagið gjørdist limur í MEGD í 2004, og tað er og hevur verið ein stórur fyrimunur fyri felagið, bæði viðvíkjandi stuðli í sambandi við innivist og annars øðrum viðurskiftum yvirhøvur. Autismufelagið Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði? Vit brenna fyri at gera mun og finna gleði í at hjálpa øðrum í somu støðu. Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði? Tað er mennandi og spennandi at fáa innlit í autismuøkið og at røkka ymsum úrslitum, t.d. Tann góða tilgongdin. Tað gevur áræði at halda fram. Hvørji tilboð bjóða tit limunum? Ymsar fyrilestrar, útferð og jólahald fyri familjunum, morgunmat og netverksbólkar fyri foreldur, ráðgeving eftir førimuni. Vit eru eitt áhugafelag. Føroya Blindafelag Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði? Vit gera sjálvboðið arbeiði, tí at vit halda, at tað ger mun fyri limir okkara og avvarðandi teirra. Tá ið ein sær úrslit av tí sjálvbodna arbeiðinum, so kveikir tað hugin at halda á, og hjá fleiri av okkum er hetta hjartamálið, at blind og sjónveik skulu hava røddir, ið tala teirra søk saman við fakkunnleikanum á blindaøkinum í Føroyum. Meira enn 80 prosent av limum okkara eru eldri enn 80 ár, so aldurin avmarkar, hvussu virknir okkara limir eru, men vit skipa javnan fyri kaféfyrilestrakvøldum við nógvum ymiskum føroyskum fyrilestrarhaldarum og onkrum donskum eisini, og bæði limum og avvarðandi dámar hesi tiltøkini sera væl. Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði? Av tí, at limirnir eru eldri og haraftrat rættiliga sjónveikir ella blindir, so er umráðandi, at tiltøk, sum vit skipa fyri, verða hildin í kendum og væl atkomuligum umhvørvi, og har er Sjóndepilin okkara oasa, her vit kenna okkum trygg og kunnu slappa fullkomiliga av. Av tí sama eru tey flestu tiltøkini hjá okkum av sosialum slag, har fyrst og fremst limirnir sleppa at hugna sær og tosa við onnur í somu støðu, og hjá teimum avvarðandi er tað líka so umráðandi at vera við og kunna tosa við onnur avvarðandi. Hvørji tilboð bjóða tit limunum? Vit hava eisini gjørt eitt sindur við at gera lýsingar, bæði til útvarp og sjónvarp, har ljós verður varpað á ymiskar støður, ið eru torførar hjá blindum og sjónveikum. Vit hava eitt nú víst á, hvussu tey, ið síggja, kunnu veita eina hjálpandi hond, og her hava vit eina greiða fatan av, at hesar lýsingar hava riggað væl, tí vit hoyra javnan, at fólk gera vart við, at tey hava antin sæð ella hoyrt boðskapin í lýsingunum. Diabetesfelagið Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði? Nevndin í Diabetesfelagnum er samansett av fólki, ið hava diabetes, avvarðandi og fakfólki. Hetta ber í sær, at drívmegin fyri arbeiðinum er ymisk. Felags fyri øll er, at vit vilja geva av okkara royndum við diabetes og vilja arbeiða fyri, at korini hjá teimum, sum hava diabetes í Føroyum, skulu vera so góð sum gjørligt. Tey, sum liva við diabetes, umboða best limirnar soleiðis, at tey best vita, hvussu tað er at hava eina kroniska sjúku sum diabetes og vita, hvørjar avbjóðingar tað hevur við sær og eru sosatt talurør fyri bólkin. Bæði tá ið talan er um typu 1 og typu 2 diabetes er umráðandi, at næstu avvarðandi kenna sjúkuna og í ein ávísan mun kenna ta viðgerð ella lívsstíl, sum teirra avvarðandi skulu liva við. Tað at vera avvarðandi hjá fólki við typu 1 diabetes kann vera serliga avbjóðandi, serliga tá ið talan er um børn. Fakfólk hava ofta eitt lítið sindur øðrvísi perspektiv, so til samans er nevndin fjølbroytt, men øll arbeiða og brenna fyri sama endamáli. Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði? Fyrst og fremst tí, at arbeiðið er innihaldsríkt. Jú longri ein er við og kemur inn í arbeiðið, bæði tjóða og altjóða, jú meira áhugavert og dragandi verður tað. Lívið hjá fólki við diabetes skal vera so gott sum yvirhøvur til ber! Hvørji tilboð bjóða tit limunum? Vit senda m.a. limum okkara blaðið hjá danska diabetesfelagnum, sum kemur út fýra ferðir um árið. Blaðið hevur nógvar góðar greinar um t.d. nýggjastu viðgerðir, samtalur við fólk, ið hava diabetes, uppskriftir o.a. Haraftrat leggja vit okkum eftir at skipa fyri einum trimum ella fýra tiltøkum fyri limirnar um árið. Endamálið er upplýsing og eisini at eggja til eitt slag av sjálvhjálparbólkum, t.v.s., at fólk í somu støðu, t.d. við typu 2 diabetes, avvarðandi, foreldur at børnum við typu 1 diabetes o.s.fr., møtast og tosa saman. Vit hava skipað slíkar bólkar saman við t.d. einum fakfólki, sum hjálpir bólkinum at fara gjøgnum evni, sum tey í felag hava valt. Vit hava eisini onkuntíð havt legur fyri børn við familjum og fyri ung. Tíðirnar broytast, og fólk søkja sær í størri og størri mun vitan á netinum, eisini eldri fólk. Tí miðar Diabetesfelagið eftir at fara at brúka Facebook meira og haraftrat heimasíðuna, sum hevur ligið í dvala, og gera hana meiri áhugaverda og nýtiligari. Hetta arbeiðið fer í gongd í næstum. Epilepsifelag Føroya Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði? Felagið varð sett á stovn í 1989. Vit vóru nokk so nógv møtt til tann stovnandi aðalfundin. Grundin til at stovna felagið var, at tey við epilepsi vildu vita meira um tað at hava epilepsi. Tey, ið hava epilepsi, føla seg ofta einsamøll, tí hetta er ein neurologisk sjúka, ið hevur rættiliga nógv ymisk sløg av herðindum við sær. Summi kunnu hava ein vanligan gerandisdag, og onnur hava ilt við at klára tað vanliga í gerandisdegnum, so sum skúla og arbeiði. Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði? Epilepsifelagið hevur neyvt samband við hini Norðurlondini, men vit samskifta tó mest við Danmark. Vit í nevndini hava altíð roynt at havt ein til tveir limafundir og almennar fundir um árið, har vit hava fingið servitan frá neurologum og øðrum uttanífrá. Okkara limir fáa tað danska blaðið fýra ferðir um árið, um teir vilja tað. Tað var bara ein neurologur í Føroyum í nógv ár. Hann skuldi hava allar aðrar neurologiskar sjúkur undir sær. Hetta hildu vit vera óheppið, og vit fóru í gongd við at fáa ein neurolog, ið serliga hevði við epilepsi at gera. Hetta eydnaðist til endans við hjálp. Vit vóru fleiri feløg, ið saman strongdu á myndugleikarnar fyri at fáa eina neurologskipan í lag. Av tí, at grundarlagið fyri at fáa ein fastan neurolog bara til epilepsi ikki var til staðar, varð ein konsulentskipan sett í verk, og neurologar á ymsum sjúkuøkjum koma í skiftum til Føroya fleiri ferðir um árið. Vit eru enntá so heppin, at okkara epilepsineurologur er blivin yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Vit eru sera væl nøgd við, at vit hava fingið nærri samband við neurologin, og tá ið hann ikki er her, kunnu vit altíð seta okkum í samband við neurologtænastuna á Ambulatoriinum. Skrivararnir har samskifta so um netið við neurologin. Hvørji tilboð bjóða tit limunum? Felagið bleiv beinanvegin limur í MEGD í 1989. Tað, at vit í MEGD eru 24 feløg, sum kunnu stuðla hvørjum øðrum og fáa hjálp til ymist frá MEGD, er ótrúliga gott. Vit fáa eitt sindur av peningastuðli frá MEGD. Tað er frálíkt. Hava vit okkurt tiltak, ja, so søkja vit m.a. MEGD um stuðul, og er tað innanfyri karmarnar hjá teimum, ja, so er møguleiki at fáa nakað av stuðli. Sum limafelag er mann noyddur at fylgja reglunum hjá MEGD við m.a. at lata grannskoðaðan roknskap inn hvørt ár og at halda aðalfund. MEGD er óført at skipa fyri formansfundum, har formaður og næstformaður kunnu møta til fundir og fáa motivatión frá MEGD til at fara undir okkurt tiltak. MEGD skipar eisini fyri fyrilestrum og skeiðum fyri nevndirnar í feløgunum. Tað er ein góður felagsskapur millum øll limafeløgini í MEGD, og slíkir fundir og skeið eru stimbrandi og eggjandi fyri feløgini, og vit eru røsk at stuðla og vegleiða hvønn annan. Okkara nevndararbeiði yvirhøvur gevur onga samsýning av nøkrum slag. Tí er tað kanska ikki so løgið, at fólk halda seg aftur at fara í eina slíka nevnd, tí tað krevur nógv av okkum. Ja, og hví heldur mann fram í arbeiðinum? Jú, mann vil so fegin hjálpa øðrum, og mann vil, at limirnir skulu fáa tað besta burturúr felagnum. Nøkur í okkara nevnd hava verið við frá byrjan og duga helst ikki at lata vera. Nýggj fólk eru altíð vælkomin í nevndina. Nevndarval er á aðalfundinum. Giktafelag Føroya Vit vilja gera mun, vilja bøta um korini hjá giktaraktum, sum eru ein ógvuliga misrøktur sjúklingabólkur. Vit royna at ávirka sjúkrahúsverkið og politikarar til at fáa betri viðgerðarmøguleikar. Vit vilja hava fleiri fakfólk á økið, betri tilboð, umstøður og møguleikar til viðlíkahaldsvenjingar og heittvatnsvenjingar. Vit eru blivin hoyrd, og tað hevur eydnast at fáa ávísar batar framdar. Óivað er tað tí, vit halda á, men vit mugu ásanna, at tað tekur drúgva tíð, og langt er eftir á mál. Bíðitíðin at koma til viðgerð er alt ov long. Limir felagsins fáa fýra bløð sendandi um árið við upplýsandi tilfari. Vit hava telefonviðtalu tveir tímar hvønn mikudag frá klokkan 16 til 18. Vit hava eisini limafundir við fyrilestrum við serkønum fólkum. Fyrilestrar hava til dømis verið um gikt, viðgerð, venjingar og kost. Vit halda, at alneyðugt er við upplýsing, sum er eitt av okkara endamálum. Hoyr - felagið fyri hoyribrekað í Føroyum Nevndin í Hoyr arbeiðir fyri at bøta um umstøðurnar hjá fólki, ið hava hoyribrek. Eingin veit við vissu, hvussu nógv fólk í Føroyum hava niðursetta hoyrn, nýta hoyritól, ella hvussu lívsumstøðurnar hjá hesum fólkum eru. Tá ið metast skal um, hvussu nógv fólk eru við niðursettari hoyrn, verður yvirhøvur tikið støði í donskum ella altjóða hagtølum. Sambært hesum hagtølum eru millum 5.000 og 8.000 føroyingar, ið hava avbjóðingar við hoyrnini. At hava eitthvørt hoyribrek, kann ávirka trivnað og sosiala vælveru hjá fólki. Niðursett hoyrn sæst ikki, og vit við hesari avbjóðing fáa ofta viðmerkingar um, at vit lurta ikki eftir, eru erpin ella hástór, tí vit ikki svara, tá ið fólk siga hey ella tosa við okkum. Hetta kann hava við sær, at vit látast at hoyra, og hetta kann bera í sær meiri ella minni stuttligar støður. Eitt nú um fleiri tosa saman, flenna og spyrja viðkomandi við niðursettari hoyrn (og sum einki hevur fingið við), um tey eru samd ... "Øøh, jú ...", og øll hyggja undrandi upp á teg ... "Øøh, ella eg meini nei!"Fleiri tílíkar hendingar kunnu eftir mongum árum hava við sær, at fólk kenna seg einsamøll, stigmatiserað og ótrygg í sosialum samanhangi.1 Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði? Í nevndini hjá Hoyr sita fimm fólk, ið hava ymsar avbjóðingar við hoyrnini. Ein hevur BaHa (BenforAnkret HoyriApparat), eitt hoyritól, ið 1 - EHIMA - European Hearing Instrument Manufactures Association verður fest á eina skrúvu, sum er fest í skallabeinið aftanfyri oyrað. Tvey hava barn við CI (Cochlear Implant), eitt framkomið hoyritól, ið gevur fólki við nógv niðursettari hoyrn møguleika fyri at hoyra, og ein hevur sjálv CI. Ein nýtir hoyritól, og ein hevur tinnitus. Hetta ber í sær, at vit hava hvør sær ymiska vitan um tað at hava eitthvørt hoyribrek. Okkara persónligu avbjóðingar skapa eina vídd í sambandi við vitan og royndir um hoyriavbjóðingar í gerandisdegnum. Vit hava upplivað vánalig ljóðviðurskiftir í skúla og arbeiði ella sosialum viðurskiftum. Vit hava upplivað, at ljósviðurskiftir eru so vánalig, at ógjørligt er at munnavlesa, at sakna tekst í sjónvarpi og at sakna AVT-frálæru sum eina sjálvfylgju eftir eina CI-implantatión. Vit hava hvør í sínum lag roynt at klára okkum, roynt at lurta betur, at flenna við, tá ið hini flenna, tó uttan at vita, hvat flent verður at, men hetta er troyttandi í longdini. Tí er tað bæði áhugavert og spennandi at vera komin í nevndina í Hoyr. Her fáa vit møguleika at ávirka, soleiðis at tað gagnar øllum, ið hava eitthvørt hoyribrek. Vit grenja ikki um okkara støðu, vit ávirka, har tað ger mun. Við felagnum í rygginum kunnu vit varpa ljós á ymisk órímilig viðurskiftir ella skriva til tey ymisku ráðini og politikarar, ið varða av fólki við hoyribreki. Vit kunnu skipa fyri fundum og tiltøkum, har vit kunnu eggja hvønn annan at standa upp fyri sínum rættindum. At vit hava ávís rættindi og ikki noyðast at skammast ella vera illa við av, at vit ikki fingu alt við. Vit hava niðursetta hoyrn, ja, men vit eru og duga so ótrúliga nógv meir enn tað. Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði? Vit halda, at tað gevur góða meining, tá ið vit røkka settum málum. Hetta at vera við og ávirka og síggja úrslit gevur okkum uppaftur betri hug at halda fram. Skulu vit nevna nøkur stór mál, so eru tekstaðar sjónvarpssendingar eitt, sum vit arbeiða nógv fyri, og tá ið vit uppliva, at Dagur & Vika verður send við teksti ta seinnu sendingina um kvøldið, er tað ein stórur sigur fyri okkara limir. Men tey smáu fetini telja eisini við, og tey síggja vit meir og meir. Og so er tað sera hugnaligt at hittast og hava sama mál fyri eyga. Hvørji tilboð bjóða tit limunum? Hoyr hevur eina aktiva facebooksíðu, her øll, ið hava dámað síðuna, kunnu senda spurningar til felagið. Somuleiðis verður øll kunning løgd út á síðuna. Í heyst skipaði Hoyr saman við Hoyrnini fyri einum tiltaki um tinnitus. Felagið skipar fyri tiltøkum, og øll eru vælkomin at venda sær til felagið. Annars arbeiðir felagið áhaldandi fyri at bøta um umstøðurnar hjá fólki, ið hava niðursetta hoyrn. Javni Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði? Javni er skipað við eini starvsnevnd og fimm økisnevndum kring landið. Nevndararbeiðið er alt sjálvboðið, og tey flestu, sum eru virkin í hesum nevndunum eru avvarðandi hjá fólki, ið hava menningartarn. Haraftrat er Spyr Meg-nevndin, ein nevnd við fólki, ið sjálv hava menningartarn. Av tí at tey flestu av okkum so ella so hava menningartarn tætt inn at lívinum, kenna vit væl tær avbjóðingar, ið kunnu vera. Umframt tey, ið manna nevndirnar hjá Javna, eru eisini onnur sjálvboðin, ið eru virkin og koma uppí eftir tørvi. Hesir stuðlar hava eisini ómetaliga stóran týdning fyri felagið, og vit kundu ikki verið teir fyri uttan. Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði? Sjálvandi er tað ymist, hvat motiverar fólk til at vera við í sjálvbodnum arbeiði, men ein høvuðsmotivatión er helst eitt ynski um at hjálpa øðrum og gera mun. At vera saman um nakað, ið kann betra viðurskiftini hjá hesum málbólkinum er haraftrat persónliga mennandi, og tú lærir og fært nýggjar royndir. Annað, ið nøkur av teimum sjálvbodnu siga, er, at tað er stuttligt, tey fáa eitt størri netverk, og tey fáa brúkt sína vitan og royndir. Hjá fleiri er tað at vera virkin í sjálvbodnum arbeiði ein áhaldandi táttur. At gera mun fyri onnur kennist gott og er drívmegin fyri at halda fram. Hvørji tilboð bjóða tit limunum? Javni skipar eftir tørvi og umstøðunum annars fyri størri og smærri tiltøkum, ið hava við okkara málbólk at gera. Okkurt er afturvendandi, meðan annað er eftir tørvi. Vit fylgja við, hvat rørir seg á økinum og royna at møta tørvinum. Okkara limir kunnu altíð seta seg í samband við felagið, tá ið teir ivast í onkrum, ella teir hava brúk fyri at práta við onkran. Vit hava eisini ein foreldrastuðulsbólk, sum eftir førimuni er fúsur at stuðla og hjálpa øðrum foreldrum. Parkinsonfelagið Parkinsonfelagið varð sett á stovn í 1990 eftir áheitan frá meginfelagnum. Viðtøkur felagsins siga, at av teimum fimm nevndarlimunum eigur minst eitt umboð at vera fyri avvarðandi, eitt fyri sjúklingarnar og eitt umboð við fakligari útbúgving á økinum. Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði? Grundin til at vera við er, at vit kenna støðuna og vilja vera við at geva okkara íkast til at betra um viðurskiftini hjá parkinsonsjúklingum og teirra avvarðandi. Vit skipa fyri tiltøkum, fyrilestrum og hugnaløtum, har fólk møtast og hava tað hugnaligt. Hetta er eisini eitt gott høvi at seta seg inn í støðuna hjá fólki, ið hava Parkinson, og teirra avvarðandi og soleiðis seta mál fyri og seta tiltøk í verk, ið kunnu lætta um gerandisdagin. Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði? Drívmegin at vera við í hesum arbeiði er, at undirtøkan er góð, tað er gott at møtast, og fólk lata væl at. Vit kunnu eisini gera okkara ávirkan galdandi mótvegis myndugleikum við at samskifta um dygdina á viðgerðartænastum og venjngartilboðum til sjúklingin fyri at betra um gerandisdagin hjá parkinsonsjúklingum og teirra avvarðandi. Hvørji tilboð bjóða tit limunum? Viðtøkur felagsins siga, at skipað eigur at verða fyri minst fýra limafundum og einum upplýsandi tiltaki um árið. Vit hava havt ymisk tiltøk. Limafundir um landið annaðhvørt ár. Tað riggar sera væl. Vit hava eisini tiltøk fyri avvarðandi, har psykologur er við. Sclerosufelagið Felagið varð sett á stovn 27. mars 1979, og tann 22. apríl í 2007 varð felagið limur í danska sclerosufelagnum. Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði? Vit í nevndini í Sclerosufelagnum gera sjálvboðið arbeiði, tí vit vilja veita limum okkara eina hjálpandi hond. Sum ein partur av danska felagnum er hetta ein stórur stuðul bæði hjá okkum og teimum. Gjøgnum tey fáa vit vitan um nýggjastu gransking, og vit hava møguleika at fáa fyrilestrar í Føroyum um hesa gransking. Árliga royna vit at hava eina innsavning, sum fer óskerd til gransking til heilivág fyri sclerosu. Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði? Vit royna at vera vegvísari fyri limirnar, soleiðis at teir koma á rætta stað og fáa ta røttu vitanina, sum teimum tørvar, til dømis um læknahjálp, sosialráðgeva, sálarfrøðing, sosial tiltøk og fyrilestrar. Hvørji tilboð bjóða tit limunum? Tilboðini, sum vit bjóða limum okkara, eru kunning um sclerosu, leiðbeining til teirra, ið hava brúk fyri sosialari ella sálarligari hjálp. Vit hava árligar fyrilestrar um gransking í sjúkuni. Haraftrat hava vit afturvendandi sosial tiltøk, so sum tann árliga summarútferðin og jólahaldið. Hesi tiltøk eru við til at skapa samanhald og eru eisini ætlað til at skapa trivnað hjá limunum. Okkara limir fáa eitt blað árliga við viðkomandi greinum um sclerosu. Vit halda á, tí at felagið vil veita sínum limum eina hjálpandi hond til okkara limir, og vit síggja, at tað stimbrar lívsgóðskuna hjá limunum og familjum teirra. Sinnisbati Áhugafelagið Sinnisbati varð stovnað í 1982, og nevndin er skift nakað út hesi árini, men hóast tað hava vit nevndarlimir, ið hava bæði 25 og 30 ár á baki. Virksemið er munandi økt við árunum. Málbólkurin er fólk við sinnisligum avbjóðingum og avvarðandi teirra, og vit fevna ofta víðari enn um okkara limaskara, tá ið nógv av okkara tiltøkum og átøkum eru almenn. Vit hava sett ein aðalskrivara, ið kann taka sær av dagligu leiðsluni í felagnum, og soleiðis hava vit kunnað víðkað arbeiðsøkið hjá felagnum. Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði? Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði? Tað er nú meira enn nakrantíð veruliga brúk fyri okkum. Tað er serstakliga gott at vita, at tað vit gera, ger mun hjá tí einstaka, sum onkursvegna fær eitt betri lív, ið beinleiðis ella óbeinleiðis stendst av tí orku, sum vit leggja í okkara sjálvbodna arbeiði í felagnum. Eg vænti, at vit eru fleiri, sum hugsa, at tað er ein samfelagsskylda at geva av okkara førleikum at hjálpa har, vit kunnu, og vit kunnu takka øðrum sjálvbodnum og feløgum, tá ið tey hava eitthvørt at geva okkum. Hvørji tilboð bjóða tit limunum? Vit skipa so fyri, at okkara limir fáa upplýsing um sína sjúku, og hvagar tey kunnu venda sær eftir hjálp og kunning um tilboð og tiltøk. Vit skipa fyri almennum ráðstevnum og upplýsandi tiltøkum, hetta fyri at røkka longur, tí vit vita, at nógv kunnu fáa gleði av hesum, eisini tey, sum ikki eru limir í felagnum. Vit bjóða bæði børnum, ungum og vaksnum sjálvhjálparbólkar tí vit vita, at sálarsjúka rakar alla familjuna. Stoffskiftisfelagið Felagið varð sett á stovn í 2006. Vit vóru nakrar kvinnur, ið allar høvdu stoffskiftissjúku. Vit vildu so fegin vita meira um sjúkuna, um viðgerð, og hvussu vit kundu fáa hjálp. Vit settu okkum í samband við forkvinnuna í danska Stofskifteforeningen og fingu samstarv í lag við hetta danska felagið. Hetta hevði millum annað við sær, at okkara limir fáa teirra limablað fýra ferðir um árið, og at danska felagið vil hjálpa okkum at halda kunningarfundir í Føroyum so ofta sum til ber. Miðað hevur verið eftir at halda kunningarfundir í minsta lagi annaðhvørt ár. Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði? Tað, at vit sjálvar hava havt tørv á hjálp vegna stoff - skiftissjúku, ger ivaleyst sítt til, at vit allar framvegis eru virknar í nevndini í felagnum. Vit vilja inniliga, at felagið skal halda fram, og at limirnir skulu fáa gleði av tí arbeiði, vit gera. Tað hevur eisini víst seg at hava verið torført at fingið nýggj fólk í nevndina, og tað er eisini ein grundin til, at vit sita í nevndini enn. Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði? Vit hava alla tíðina havt sum aðalmál at fáa ein serlækna í stoffskiftissjúkum til Føroya at starvast. Og nakrar ferðir hava vit verið á fundi við myndugleikarnar fyri at skunda undir hetta. Tí eru vit ovurfegnar um, at ein serlækni á økinum varð settur í 2018, enntá ein føroysk kvinna. Hvørji tilboð bjóða tit limunum? Felagið varð limur í MEGD á aðalfundinum í 2009. Uttan MEGD hevði Stoffskiftisfelagið helst ikki verið so væl fyri, sum tað er. Sum limafelag er mann noyddur at fylgja reglunum við at hava ein grannskoðaðan roknskap og at halda aðalfund. Formansfundirnir hjá MEGD motivera, og tað er gott, at MEGD skipar fyri skeiðum fyri limafeløgini. Tað er ein góður felagsskapur millum øll limafeløgini í MEGD, og har eru tí góðir møguleikar fyri at stuðla og vegleiða hvør øðrum. Samróður elur samgleði Aftan fyri andlitið er ein viðkvom tilvera, ið verður kallað menniskjað. Vit síggja við eygunum einans partar av menniskjanum, tað er kroppin og andlitið. Tessvegna er tað umráðandi at vera menniskjansligur, viðkomandi og høviskur. Tað dulda medvitið og kenslurnar eru ein ósjónligur veruleiki, sum í stakførum verður sjónligur, tá ið vit varnast fylgjurnar ella hjáárinini av sálarlívinum. Vit síggja ikki tann partin av menniskjanum, ið er sál og andi. Vit mega geva tí einstaka gætur og síggja menniskjað í menniskjanum. Tann samlaða heildarmyndin er fjølbroytt, og ymisk eru korini frá einum til annan. Sosialt tilvit Menniskjan er ein sosialur skapningur, og samvera og felagslív hava alstóran týdning fyri trivnaðin. Trívast vit, kennist lívið hvíla í nøgdsemi. Mistrívast vit, er dagurin ein álvarsom avbjóðing. Tað eru tey, ið tilvitað velja einbýli og trívast best heima hjá sær sjálvum. Henda staðfesting føðir ta sannroynd, at menniskjan er rættiliga ymisk og fjølbroytt. Veruleikin er so mikið samansettur, at yvirskipað er torført at úttala seg neyvt og beinrakið. Menniskjan er ein sosial vera og kennir seg aloftast væl saman við øðrum. At vera ein partur av einum áhugabólki ella felagsskapi er ríkidømi úteftir og inneftir. Í hópinum fáa vit eitt ytri rúm, har vit saman við øðrum eru felags um nakað gagnligt. Vit avrika nakað sjónligt og leggja verk úr hondum, ella vit avrika nakað ósjónligt í samveru undir heitinum trúgv, vón og kærleiki. Tað sosiala medvitið er ein hollur førningur. At geva øðrum gætur og síggja upp um seg sjálvan gagnar øllum. At skapa rúm har hin einstaki kennir seg vælkomnan uttan mun til førleika ella avbjóðingar. Undantøk finnast, og tey staðfesta meginregluna: Menniskjan er ein hugsandi sosial vera. Tá so er, ræður tað um at geva hvør øðrum pláss til at vera og hugsa. Sosialur opinleiki Tíbetur eru vit í dag meiri opin um okkara egnu viðurskifti enn fyri hálvari øld síðan. Tað er eingin skomm at bera likamlig ella sálarlig lýtir. Tað at skammast er ein vánalig uppskrift til eitt lív í nøgdsemi. Skommin kann einans nýtast sum uppskrift til eitt lív undir egnum trýsti fram til at liva soleiðis hálvavegna ella í brotpørtum. Skulu vit hava tað gott í sosialari samveru, mega vit góðtaka okkum sjálv, svá vit eru. Tað er tann fyrsta fortreytin. Tann næsta fortreytin er eyðvitað, at tey, ið vit eru saman við ella umgangast, eru so mikið væl útborin, at tey síggja upp um sínar egnu dygdir og førleikar og taka samábyrgd av tí sosialu eindini og samfelagnum. Í ætt við hetta økið er tað óunniliga fyribrigdið, at vit viðhvørt skammast við okkara børn og næstringar. Orsøkin kann vera, at tey hátta sær øðrvísi ella liva ikki upp til tað, ið vit droymdu um og væntaðu. Hvønn dag mega vit fyrihalda okkum til veruleikan og ikki leggja ein annars lívgandi dreym niður yvir onnur sum eitt kvalandi teppi. Vit mega góðtaka tilveruna og saman gera mun, so tað munar. Opinleikin gagnar, tá ið fólk í somu støðu undir felags ábyrgd siga sína søgu. Tey, ið fáa eina avbjóðing í lívinum, hava nógv at læra onnur, sum koma í líknandi støðu. Tað at siga sína søgu kann vera sálarligur lekidómur, ið gagnar øðrum sum roynd vitan og lívsvísdómur. Tað ræður um at vera opin við virðing fyri sær sjálvum og øðrum. Tó, opinleikin kann eisini vera darvandi, um givin vitan ikki verður handfarin varisliga. Umráðandi er at kenna pallin, har vit í opinleika geva innlit í okkara lív og samskifta við onnur. Tað ræður um at finna ta røttu javnvágina. Pallurin hevur alt at siga. Tað kenda, fjálga og trygga rúmið, har vit tosa um okkara persónligu viðurskifti er vælegnað sum terapi. Fara vit út í fjølmiðlarnar ella aðrar almennar pallar, mega vit hava onnur atlit. Tað er als eingin orsøk alment at leggja alt sítt sálarlív út á blik sum litfarin klæði til bleikingar. Okkara innara menniskja er ov dýrabart til at gerast fótatraðk hjá øðrum. At geva innlit í og fáa luft fyri síni hugsan ella avbjóðingum er gagnligt, um pallurin er tryggur, vardur og fjálgur. Henda vitanin og tilsvarandi ráðgeving er tøk hjá MEGD og limafeløgunum, ið vísa á og skapa tað trygga rúmið. Sosial trúgv vónar At gera mun og lyfta byrðar í felag, elur fram eitt ávíst mál av nøgdsemi. Eingin megnar alt, men vit kunnu øll gera mun. Steinurin, ið vit ikki einsamøll orka at lyfta, skal ikki verða liggjandi órørdur. Vit skulu í felag lyfta teir tungu steinarnar. Vit skulu saman ganga leiðina frameftir. Tann persónliga og almenna trúgvin hevur sítt fokusøki í støðu næstans. Kristin trúgv er millum annað at elska næstan sum sjálvan seg. Hjartaslátturin slær í kroppinum, so medvitið veit um støðuna hjá medborgarunum í nærumhvørvinum og burturi í heimi. At geva hvør øðrum gætur, minnast til treingjandi og tey, sum vegna tvørrandi heilsu vóru skerd og sett nakað til síðis, ger sjálvbodna tænastu ríka. Bæði tann, ið gevur gávuna, tann fremjandi og tann, ið tekur ímóti tænastuni, fáa ágóðan. At geva burtur av síni tíð ríkar lívið hjá øðrum. Skúlastjórin Steingrím Niclasen, sáli, gekk bókliga lærdur í lívsins skúla. Dugnandi sjálvhjálparbólkur Karin Maria Djurhuus, býr í Havn, og hon tekur bachelorútbúgving sum námsfrøðingur samstundis við, at hon arbeiðir við børnum og ungum, ið hava verið fyri umsorganarsviki og sett heiman. Harumframt arbeiðir hon sum fotografur. Fyri einum 20 árum síðan var greitt, at beiggi Karina Mariu Djurhuus hevði sálarsjúkuna skizofreni. Karin Maria sigur, at tað kann vera slítandi sálarliga, tá ið arbeitt verður við menniskjum við serligum tørvi, um tú ikki dugir at brúka tey røttu amboðini til at veita umsorgan og hjálp. Tá ið Karin Maria ikki arbeiðir við menniskjum, dámar henni væl at fara inn í tann kreativa heimin, og har er myndatøka eitt, sum hon hugsavnar seg um. - Eg veit ikki, hvat eg skuldi gjørt uttan kreativitet. Tað hevur við vissu givið mær víðfevnt frírúm, har eg fái borið hugsan og kenslur fram, sigur Karin Maria. Hon hevur arbeitt hjá fotografunum Per á Hædd og Sunrid í Gong í Havn, har hon er enn viðhvørt. Annars er hon fotografur hjá KMDfoto. Í framtíðini ætlar hon at brúka myndatøku umframt annan kreativitet sum amboð í arbeiðinum, tá ið bachelorútbúgvingin er lokin. Ræðandi røddir Karin Maria Djurhuus kennir eina kvinnu, ið var innarliga í viðurskiftinum hjá sjálvbodna áhugafelagsskapinum í Sinnisbata, felagnum hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. - Tá ið tú verður bangin, reagerar tú í angist, og tá ið tú hoyrir nakað negativt, verður tú sjálvandi kløkkur, keddur og, ja ... fert í sjálvverju og kann tískil gerast í øðini, tú verður tikin sum ein hóttan, men tað kann hin persónurin, ið ikki hevur hesa sjúkuna, ikki vita. Her sipar Karin Maria til seg sjálva og foreldrini, men eisini til fólk í býnum, og sum persónurin hevur borið seg at, hevur gjørt sítt til at skapa eina mynd av honum soleiðis, at fólk eru farin at seta forvitnar spurningar. Hóast Karin Maria einki hevði sagt, so kundi hon og fólk annars vera fyri álvarsligum ákoyringum frá honum oman yvir seg. Hetta vísti seg at vera røddir, sum bara hann hoyrdi. Yvirhøvur vóru tað háðandi orð, og hetta var veruligt í hansara sinni, og veruleikin stendur púra klárur fyri okkum, ið ikki hava sálarsjúkuna. Um nú onkur stóð hinumegin Steinatún, kundi hann hoyra sovorðið fyri sær sum, tín rukka, tín ónytta, tín nalvaskoðari, og hetta kundi síðani vekja hansara angist, og at hann fór at bera seg ósømiliga at. Tað sama kann henda, tá ið hann hevur útvarpið frá, har okkurt, sum er ímóti hansara andaligu virðum, verður varpað út, tí hann kennir á sær, at tey tosa um seg í útvarpinum. - Eg skilji eisini væl, at fólk, sum ikki kenna hann, verða bangin, men tað skal altíð sera lítið til at fáa hann at sissa seg aftur. At fara upp at munnhøggast og fara í sjálvverju ger bara ilt verri, og tá ið hann síðan kemur heim til sín sjálvs aftur, hevur hann rættiliga brúk fyri at tosa við onkran, tí tá veit hann, at hann hevur sagt og gjørt okkurt, ið betur var ósagt og ógjørt. Eftir sita stór skuldarkensla, skomm og angist. Hann verður ógvuliga keddur og byrgir seg viðhvørt inni við hús, og einsemið tekur valdið á honum. Karin Maria vildi fegin vera um beiggja sín, mest sum systir, men eisini av áhuga fyri tí økinum. Ein áhugi, ið er komin av sær sjálvum. Hon hevur so at siga altíð havt tað í sær, og tað varð eisini eitt starv, ið fall henni natúrligt, serliga eftir at hon sjálv, 22 ára gomul varð mamma fyrru ferð og seinnu ferð 25 ára gomul. So hon veit, hvat tað ber í sær, og nú verður hon skjótt námsfrøðingur, so áhugin fyri yrkinum er kjølfestur. - Tey bestu ráðini, eg nakrantíð havi fingið í sambandi við at blíva mamma fyri fyrstu ferð, vóru frá beiggja mínum, hann veit mangt, sum eg annars ikki visti, at hann visti. 16 ár seinni kann eg standa sum eitt býtt og nústani hava fingið tað við. Ráðini frá beiggja mínum vóru: minst til nógv eygnasamband, tað er sera týdningarmikið hjá soni tínum, og tað er ein tann týdningarmesta meginreglan í námsfrøðini, tá ið talan er um tilknýti at næsta umsorganarpersóninum hjá einum barni. Skizofreni Karin Maria fer í huganum mong ár aftur í tíðina. tá ið tað varð greitt, at beiggi hennara hevði sálarsjúkuna skizofreni. - Vit tosa um nógv ár aftur í tíðina, eini 20 ár ella meir, og tá í tíðini vistu vit onnur lítið um hetta við sálarsjúku. Tað varð gjølla kannað bæði so og so, hvat tað kundi vera, ið feilti beiggjanum, sigur Karin Maria. At hoyra orðið skizofreni tóktist ógvuliga óveruligt og álvarsligt. Tey avvarðandi fingu at vita, at tað æt eitt, og so æt tað eitt annað. Karin Maria gekk hetta tíðarskeiðið á HF, har hon hevði sálarfrøði sum valgrein, og hon fór síðani at leita sær vitan um sálarsjúkur. Hon átti bara ein beiggja - eitt systkin - so at hon varð av sær sjálvum drigin upp í tilgongdina. Tað ljóðaði ógvisligt hjá henni og foreldrum hennara, at beiggi hennara, sum í dag er 45 ára gamal og seks ár eldri enn systurin, hevði fingið diagnosuna skizofreni, merkt av paranoia. Men samstundis við at atburðurin hjá beiggja hennara fekk eitt navn, gav alt betri meining. Allar tvístøðurnar, ið høvdu verið teirra millum, skuldsetingarnar um bæði eitt og annað, sum kundu enda rættiliga harðliga, og eisini fráboðanir frá fólki, ið kendu beiggja hennara. - Eg minnist, tá ið eg í 2003 sat á einum starvsfólkafundi saman við 12 øðrum, at ein starvsfelagi skelkaður greiddi frá eini serligari hending í SMS, har ein maður hevði staðið og rópt og skrálað út til fólk. Eg spurdi starvsfelagan um útsjónd og aldur, og eg visti alt fyri eitt, at talan var um beiggja mín. Eg veit ikki, hvat kom yvir meg, eg kundi havt látið sum einki, soleiðis at fundurin kundi byrja, men við allari skommini, eg fyrr hevði havt av, at beiggi mín skikkaði sær soleiðis, sum eingin skilti nakað av, skuldi steðga júst har. So eg segði róliga við starvsfelagan, at maðurin, ið talan var um, var beiggi mín. Eg sá starvsfelagan hokna niður í stólin, og hann bað meg síðan umbera seg. Tað var frá hesi løtu, at eg gjørdi av at gerast opin og erlig um hesa sálarsjúku, sum beiggi mín hevði. Ein rættvísiskensla um at varpa ljós á hetta tabu, soleiðis at fólk vórðu betur upplýst um, hvat summi menniskjur noyðast at fara ígjøgnum, fortelur Karin Maria. Sjálvhjálparbólkurin Karin Maria leitaði eftir upplýsingum um sálarsjúku fyri at kunna seg um, hvussu tað virkar hjá einum, ið hevur sálarsjúku. Henda áðurnevnda daman bað Karina Mariu um at koma upp í ein sjálvhjálparbólk hjá Sinnisbata, har hon var við fyri umleið tveimum árum síðan. Hon veit ikki, um hon hevði komið so langt, um hon ikki varð biðin um at koma upp í henda sjálvhjálparbólkin fyri avvarðandi hjá sálarsjúkum. - Tað er nakað serligt at hoyra sovorðið sum: Hygg her, vit hava henda bólkin, tað hevði verið deiligt, um tú vart við, tí at tú kanst siga frá tínum royndum við beiggja tínum um hesa diagnosuna, sum hann fekk. Tá ið eg gekk í sjálvhjálparbólk, hevði beiggi mín havt tað gott leingi, og hetta kundi eisini gera sítt til at styrkja vónina hjá hinum avvarðandi í bólkinum. Í hesum sjálvhjálparbólkinum vóru foreldur og makar hjá sálarsjúkum umframt børn. Onkur mamma har eigur ein son við akkurát sama slag sjúkueyðkennum sum tey hjá beiggja Karinu Mariu. Mammurnar har høvdu sett seg inn í viðurskiftini, men tað var skilligt, at tær stríddust við ómegd, tí at eigur tú eitt barn, ið hevur ilt, so vilt tú sjálvandi sum foreldur hjálpa barninum. Tú vilt sjálvandi fegin hjálpa barninum. Tú vilt hava barnið frískt aftur, men akkurát hetta við skizofreni ella sálarsjúkum yvirhøvur er torført. Tann avvarðandi er fullkomiliga hjálparleysur. Tú kanst ikki leggja eitt plástur á heilan. Tí er tað av stórum týdningi, at avvarðandi læra seg at veita umsorgan upp á ein heilt annan máta, enn tey kanska eru von við, tí tað kann kennast ónatúrligt og fremmant. Spurningurin er tó, um ein megnar hetta uttan stuðul og hjálp frá serkønum fólkum. Tað er ikki nóg mikið, at har bara verður útflýggjað heilivágur, og tú verður lagdur á goymslu. Øll menniskjur duga okkurt, og tey kunnu tí geva samfelagnum sítt íkast, og teimum nýtist tí ikki at verða mett sum ein samfelagsbyrða. Dyggur førningur Karin Maria heldur, at í bólkinum varð vitan henni ein dyggur førningur. Hetta snúði seg um beiggja hennara, sum virkaði upp á ein ávísan máta, men við sjúkuni fert tú at kenna persónin upp á ein heilt annan máta. - Tá ið eitt menniskja, sum vit elska og eru góð við, hevur tað ringt sálarliga, vilja vit sum avvarðandi gera alt fyri at hjálpa, men sum avvarðandi er tað ofta ógvuliga torført at vita, hvussu vit kunnu hjálpa. Samstundis hevur sálarsjúkan broytt nógv, og vit hava merkt sorg, ómegd og ørkymlan. Tí meini eg, at tað er sera týdningarmikið at leita sær vitan og hjálp og ikki minst eisini at fylla tangan hjá sær sjálvum viðhvørt. - Eg føldi meg syndraða millum kærleika til beiggja mín og ótta ella andstygd fyri sjúkuni. Áðrenn beiggi hennara fekk diagnosuna, hevði hann havt tað ringt leingi. Karin Maria sat bara har á síðulinjuni sum avvarðandi og kendi seg hjálparleysa. Atburðurin hjá beiggja hennara hevði við sær, at nógvar misskiljingar og tvístøður vóru teirra millum, áðrenn diagnosan varð staðfest. - Tá ið beiggi mín fekk diagnosuna skizofreni, vóru vit øll sjokkerað, hóast vit vistu, at har var okkurt heilt galið við honum. Men samstundis noyddust vit at taka støðu til nógv nýtt og ókent. Eitt umskifti á leiðini var, tá ið beiggi mín flutti út frá foreldrunum og skuldi búgva á einum stovni, har onnur við sálarligum avbjóðingum búðu, og dugnalig fólk við vitan og royndum tóku sær av honum. Sum frá leið vórðu foreldrini og eg innkallað til ein kunningarfund um skizofreni, og tað var ein stór hjálp at skilja, hvat tað var, sum beiggi mín fór ígjøgnum kensluliga, og hvat vit kundu gera fyri at hjálpa. Vitanin ger sjálvandi ikki tann sálarsjúka frískan, men vitanin ger, at ein kann vera betur búgvin sum avvarðandi til at skilja støðuna. Tað í sjálvum sær ber í sær, at ein kennir seg meiri mótstøðuføran. Bakbrot Tá ið Karin Maria fór upp í sjálvhjálparbólkin, hevði beiggi hennara eitt sera gott tíðarbil. Hann hevði verið "frískur" rættiliga leingi. Hann var komin so mikið væl fyri seg, at hann kundi arbeiða aftur. Hann hevði fingið eitt stað at búgva í fyri seg sjálvan. Hann hevði ein hund at taka sær av. Hann kom so mikið langt, at hann helt, at hann var frískur. Men vónin varð í so sterk, tí hann vrakaði heilivágin, men tað varð eitt stórt bakbrot. Karin Maria fór at síggja nøkur tekin um, at har var okkurt, sum ikki kendist rætt. Hon sigur, at tað var nakað galið við eygunum í honum, sum fyrst fekk hana at undrast. Nakrar dagar seinni tosaði hann nokk so maniskt við hana um ymist. Hetta kendi hon so líðandi rættiliga væl á honum. - Stutt eftir hetta prátið, ringdi beiggi mín við gráturødd av Deild 2. Hann var so keddur um at hava skuffað meg og familjuna, nú alt hevði gingið so væl leingi, og hann lovaði, at hann skuldi aldrin gera tað aftur. Hann hevur tað heilt ókey til dags dato og arbeiðir aftur. Beiggi mín manglar ikki likamliga styrki og er tí raskur at arbeiða, og intelligensinum feilar als einki. Eg haldi ofta, at hann er for klókur. Men tá ið tað nú er heilin, sum stýrir øllum funktiónum, kann tað vera ringt hjá honum at vera saman við øðrum menniskjum og tí eisini møtimikið at gera nakað liðugt, til dømis eina útbúgving. Hann kann vera nógv at síggja úti ymsastaðni, gongur sær langar túrar, keypir sær ein kaffimunn í býnum og roynir annars at bjóða sær sjálvum av, men yvirhøvur sæst hann einsamallur. Hann hevur tó vinfólk, sum vitja av og á, og tað er hann sera fegin um. At vera systir - Lívið hevur í sjálvum sær avbjóðingar við sær, og soleiðis man vera hjá teimum flestu. Eg kann millum annað hava mína egnu gerandiskreppu, passa mítt arbeiði, hava kekk á børnunum og heiminum og gera skúlating samstundis við, at eg má vera har fyri beiggja mín. Tað kann stundum vera avbjóðandi, men eg havi lært, at eg má sjálv syrgja fyri at hava tað gott, áðrenn eg kann lata nakað av míni hjálp víðari. Um ta neyvu kensluna av at vera systir og bróðir og foreldur sigur Karin Maria: - Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at eg eri systir hansara og ikki ein, ið spælir sálarfrøðingur, tað er ov mikið stívt. Eg skal eisini vera ein systir, ið kemur til at trína skeivt viðhvørt, ein, sum irriterar hann við ósemju, ein, sum kann siga tað, sum systrar nú vanliga siga, og at eg ikki fari við honum sum eitt prosjekt. Ta uppgávuna eiga tey serkønu. Tey kunnu veita nógva hjálp, og meginparturin liggur í teirra hondum, men tey fáa ikki veitt umsorgan upp á sama máta, sum tann treytaleysi kærleikin í familjuni kann geva. Ein heilt annar persónur - Altso, tey vita væl, at hetta er ikki tann persónurin, tey kendu fyri 20 árum síðan, tí tá var hann fyrikomandi - tað er hann enn - men hann var meira úti og hevði vinir, hann hevði einki problem við at vera millum fólk tá. Hon tekur dømi sum, at tú hevur ikki eitt brotið bein, tú hevur ikki eitt plástur á heilanum sum so. Tað er øgiliga ringt at síggja. Tú heldur, at tú møtir einum púra normalum menniskja, sum ikki hevur eina sjúku, men tá ið tú fert at síggja nøkur fyribrigdi, sum ikki stemma, so veitst tú, at her er ikki alt í lagi. Í sjálvhjálparbólkinum føldi Karin Maria fyri tveimum árum síðan, at tað var ein successøga, tí hon sá einki bakkast akkurát tá, og samstundis føldi hon eisini, at hennara foreldur áttu at sitið har í sjálvhjálparbólkinum. Hon hevði viljað, at foreldrini vóru við fyri at síggja, at hini hava akkurát tað sama at savna seg um. Tað er tíverri soleiðis, at tá ið ein verður sálarsjúkur, ella sjúka í øllum høpi verður verulig, so ávirkar tað øll í familjuni. Munurin við sálarsjúkuni er tó, at tað kann vera rættiliga møtimikið at vera saman og vera fyri órímiligari atsókn. - Tað er umráðandi, at avvarðandi fáa hjálp til at seta síni egnu mørk, tá ið tey eru fyri óvirðiligari atferð uttan at skula fáa ringa samvitsku. Her skal vera javnvág ímillum at seta sítt mark og samstundis vera ein stuðul hjá tí, ið hevur sálarsjúku. Vit mugu ikki ganga og sláa okkum sjálv á heysin og halda, at vit eru egoistisk, tá ið vit seta mørk. Tað ræður hinvegin um at ansa sær sjálvum fyrst fyri at kunna ansa einum øðrum, sum er raktur av sálarsjúku. Tú letur teg fyrst í tína egnu iltmasku, síðani hjálpir tú hinum, sum tey siga í flogfari. Ongum nýtist at flýggja undan hesum trupulleikanum, tí at hjá foreldrum er tað ein ræðuligur ósigur at skula staðfesta, at eitt barn hjá teimum er so illa fyri, at tað klárar ikki at virka í samfelagnum. At barnið hjá tær, sum tú hevur lagt so nógva vón og væntan í, verður so avbyrgt og stigmatiserað, at tú skammast. Vit hava sæð nógvar filmar um skizofreni, og tað hevur gjørt sítt til at skapa nógvar fordómar um sjúkuna. Tað er ræðumyndin, vit seta í samband við diagnosuna og gloyma, at síggja tann veruliga persónin aftanfyri sjúkuna. Tey hættisligu rúsevnini - Har hugsi eg, at rúsevnir, eitt nú hassj, gera sítt. Eg sá fleiri tannáringar fyrr sita og anda gass og lím í seg. Hesi ungu - ein serligur bólkur - funnu upp á ymist ... eg haldi, at rúsevni hava øgiliga nógv at siga í hesum sambandi. Karin Maria sigur, at beiggi hennara hevur í tíðarbilum havt ógvuliga ilt við at trívast sosialt. Tað vil siga, at hann er komin í skeivt umhvørvi og helst ikki hevur havt dirvi til at vera í einum øðrum umhvørvi, so hann er lopin úr einum avskeplaðum umhvørvi í eitt umhvørvi, sum hon ikki vil staðfesta sum sunt ella ósunt. Í trúarbólkinum, har hann er nú, hevur hann sum so mong onnur, ið eru niðurbundin í tí hættisliga umhvørvinum, funnið og fingið hjálp. Bróðurin hevur listarligar gávur. Hann yrkir nógv. Hann er stuttligur. Hann hevur humor, og satt at siga er hann háintelligentur, sigur systurin og brosar. - Eg havi undirmett hann í nógv ár. Eitt mark má vera Róa Midjord er forkvinna í Sinnisbata. Hon veit, at Karin Maria er opin um sjúkuna, sum beiggi hennara hevur, og hon veit, at Karin Maria hevur verið virkin í sjálvhjálparbólkinum hjá Sinnisbata, og tí bjóðaði hon Karini Mariu at vera við í bólkinum. Tað eru sum nevnt eini tvey ár síðan, men Karin Maria hevur einki ímóti at halda fram í bólkinum, tó at hon hevði viljað, at tað var meiri bólkað og ikki so blandað. Mann kann fara eina ferð um vikuna, ella hvat tykist hóskandi hjá einum avvarðandi, og at tað verður hildið við líka. Karin Maria var ikki beinleiðis tyngd av beiggja sínum, tá ið hon fór upp í sjálvhjálparbólkin, tí tað gekst væl hjá honum akkurát tá, men tá ið hann var fyri afturfalli, varð torførari. - Hann er beiggi mín, mín einasti beiggi. Eg havi ikki systkin at tosa við um hetta. Eg kann tosa við míni vinfólk um støðuna, men tey eru ikki líka so innblandað, sum eg eri. Eg kann tosa við míni foreldur, men tað fyllir so nógv frammanundan, at tað er eingin grund til at leggja tað aftrat. Beiggi Karina Mariu ringir av og á til hennara, men hon dugir eisini at siga frá, tá ið hon ikki orkar at tosa. Hann ringir viðhvørt, tí hann er komin í stríð við antin mammu ella pápa. - Har má eg viðganga, at eg megni tað ikki, og tað er eisini ókey, at eg seti mark fyri, og tá sigi eg týðiliga við hann: Eg orki ikki at taka hetta upp beint nú, eg orki ikki hetta prátið, og tað er har, at eg eri góð við meg og sigi, at eg megni ikki hetta beint nú, kunnu vit taka tað ein annan dag? Hetta hevur hon ikki dugað fyrr, sigur hon, og tí druknar hon viðhvørt í neyðini hjá einum øðrum. Hon ivast ikki í, at yvirhøvur duga fólk at sympatisera, men tað kann henda, at tú druknar saman við tí, sum ikki hevur tað gott. Eg eri virkiliga góð við teg, tú ert beiggi mín. Eg vil fegin taka hetta prátið upp eina aðru ferð, eg hopi ikki, at tú følir teg frávístan, tað er bara tað, at tú mást eisini virða mítt mark. Tað kann gerast ein ónd ringrás, um tú ikki setir mark og sigur higartil og ikki longur. - Ikki fyri at taka mótið frá nøkrum, men eg haldi, at einasti mátin tú kanst hjálpa einum, ið hevur sálarsjúku, er at vera til staðar, geva eitt sindur av tíni tíð, lurta og kanska endurtaka tað, sum viðkomandi sigur soleiðis, at tey hoyra, at tú lurtar. Á vardum bústað Beiggi Karina Maria er við í tí psykiatrisku skipanini, har heilivágur verður útflýggjaður. Hann tosar við sálarfrøðing og sálarlækna av og á, hann býr á einum vardum bústað, og hann hevur fólk, sum hann kann kalla á. Hon dugir ikki at siga, um heilsuverkið er nóg gott, hvat psykiatriini viðvíkur, men hon heldur, at nakað bendir á, at her er okkurt, sum haltar hjá okkum. - Hvussu gera tey niðri til dømis? Hvussu ber tað til, at summi, sum hava fingið hjálp niðri, klára seg so nógv betur? Hví koyra vit sjúklingar niður til Danmarkar? Altso, okkum manglar veruliga førleika á hesum øki. Karin Maria veit, at psykiatriin her hjá okkum er undirmannað, og at tilfeingið samanlagt kundi verið betri. Hon leggur kortini dent á, at vit liva í einum vælferðarsamfelag, og vit fáa annars nógv frá Almannaverkinum. Tað positiva heldur enn tað negativa Karin Maria Djurhuus heldur, at tá ið tú hevur áhuga, og tá ið tað er ein, ið stendur tær nær, so er tað ógvuliga umráðandi at vera sterkur kensluliga, og tað ber væl til í einum bólki, sum veit, hvussu tú hevur tað, sum veit um tað, tú hevur upplivað í tínum uppvøkstri saman við einum persóni, ið hevur hesa sjúkuna. - Nakað veit eg á økinum, og hetta er mær ein týðandi vitan, sum eg kann koyra víðari. Tað kann vera so einfalt sum at siga: Halt kipp, tú dugir væl at syngja, tú dugir væl at skriva, altso, vit eru góð við teg, eg eri so stolt av tær, tú hevur øgiliga nógvar góðar eginleikar fyri tað, um tú hevur eina diagnosu, so komið og finnið teir fram og gerið meira við tað. Karin Maria Djurhuus er sannførd um, at tað er so neyðugt at síggja tað positiva heldur enn alt tað negativa. Fjarandi tabu við ADHD Hetta er ein onnur søga um ein persón, sum er við í einum sjálvhjálparbólki. Ein sjálvhjálparbólkur, ið fevnir um tey mongu við ADHD. Vit kunnu fara so nær, at vit siga, at persónurin er kvinna, men hon vil vera dulnevnd og sjálvsagt myndleys. So vit geva henni navnið Diana Diana er við í einum sjálvhjálparbólki, tí at hon hevur ADHD. Hon fekk staðfest ADHD fyri einum 10 árum síðan, tá ið hon búði í Danmark og las. Lesturin gekk væl, men tá ið hon kom út á arbeiðsmarknaðin varnaðist hon, at hon arbeiddi ikki sum vanlig fólk. - Hevur tú ADHD, ert tú óstøðug, tú orkar óvanliga væl viðhvørt, minni væl aðrar tíðir. Tað svingar, og so er tað so torført at vera stabil. Eg kundi arbeiða meg um koll og varð sjúkrameldað, so eg fór sjálv og tosaði við læknan hjá mær um tað. Eitt tíðarskeið gjørdi hon einki við tað, men so flutti hon heim til Føroya fyri átta árum síðan, og tað er stutt síðan, at hon helt við seg sjálva, at hon mátti royna at finna ein máta at handfara tað uppá. ADHD-felagið - Tað fyllir so nógv í gerandisdegnum at vera einsamallur við tí, so eg var sum so ofta á netinum, og har kom eg fram á heimasíðuna hjá ADHDfelagnum. Eg helt, at eg skuldi vita, hvat felagið hevði av hjálparamboðum, men eg kom fram á eina lýsing, har tað stóð, at felagið fór at skipa fyri sjálvhjálparbólkum í vár, og felagið skipaði aftur sjálvhjálparbólkar nú í september. Hon skrivaði til Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD-felagnum, og spurdi, hvat hetta var fyri nakað. Hjá Dianu var tað umráðandi, at ein fakpersónur var við, tí annars kann tað bara blíva til snakk. Tað endaði tó við, at har kom Elisabeth Eið Eliasen at skipa fyri bólkinum. Elisabeth hevur drúgvar royndir frá psykiatriini at leiða bólkar. Tey høvdu fingið stuðul frá MEGD, Tórshavnar kommunu og Kalendaragávu frá Betri Banka. Kravið frá MEGD var, at ein fakpersónur skuldi leiða bólkin, um stuðul skuldi latast. Elisabeth Eið Eliasen dugdi sera væl at stýra bólkinum við eini skrá, sum hon fylgdi. Í fyrireikingini til sjálvhjálparbólkar fekk ADHDfelagið Tine Hedegaard í danska ADHD-felagnum til Føroya at leggja nýsetta sjálvhjálparbólkatoyminum lag á, og felagið fekk eina handbók, Manual til mestringsgrupper for folk med ADHD, ið fevnir um níggju ferðir. Tey vóru saman eina ferð um vikuna í húsunum hjá MEGD á Íslandsvegi í Havn. Tey møttust eini 10 í fyrstani, men endin var - sum typiskt er - at tey vóru eini seks-sjey eftir. Hetta var bara ein stutt tíðarrás, tí at koronusóttin steðgaði eisini hesum. Seinasti fundurin var einaferð í julimánaði eftir, at tey høvdu havt einar níggju fundir. Summi komu heilt úr Suðuroynni, onnur komu úr Vágum. Kendi ongan - Í fyrstani ivaðist eg í, um eg fór at fáa nakað burturúr hesum fundunum, tí eg kendi ongan annan í Føroyum við ADHD, tað er einki, eg gangi og skelti við, og tað ger mær vitandi heldur eingin annar, tó at eg veit, at nógv fólk hava ADHD. Men eg hugsaði, at tað hevði verið gott at hitt onnur, ið høvdu ADHD og hoyrt, hvat tey høvdu at greiða frá í sjálvhjálparbólkinum. Í bólkinum tóku tey nøkur evnir at røða um. Tey fingu tosað um evnini, og tá fekk Diana at síggja, at hon var ikki einsamøll við sínum avbjóðingum. Onnur høvdu eisini aðrar avbjóðingar enn hon at greiða frá. - Tað, eg fekk burturúr, var at møta fólki, ið hildu, at eg var ókey, sum eg var, men at tey sum eg ikki altíð passa inn á arbeiðsmarknaðinum. Tey fylla nógv, tey eru sera kreativ, tey eru øgiliga aktiv, men hvussu er óvanligt, at pláss er fyri nørdum. - Ja, mann hevur kanska serlig evnir á summum trongum økjum, men summi duga illa at stýra einum heimi ella eini skrivstovu. Alt tað praktiska fyllir lítið hjá fólki, ið hava ADHD, tey eru ofta lítið motiverað í so máta. Diana sigur, at síðan Bjørg Dam varð forkvinna í ADHD-felagnum, er hent nógv meira enn frammanundan, tá ið lítið og einki var at hoyra um viðurskiftini hjá hesum fólkum. Tað var Bjørg, ið fekk hugskotið at skipa sjálvbólkarbólkar fyri vaksin fólk við ADHD. - Nógv kemur frá Bjørg, hon fær gongd á nógv, sigur Diana um forkvinnuna í felagnum. Tað, Diana vildi hava burturúr hesum bólkinum, var at fáa nøkur amboð, sum hon kundi brúka í gerandisdegnum. Amboð, ið kundu gera henni gerandisdagin lættari. Tey gingu ígjøgnum skránna og lærdu nakað um, hvussu tey kundu einfalda ymisk gerandislig viðurskifti. - Men eisini, hvør sálarfrøðingur í Føroyum er góður at tosa við um ADHD til dømis, og hvør kann hjálpa mær við tí veruleika, at í Danmark varð eg diagnostiserað hjá mínum egna lækna og einum psykiatara. Diana orkaði ikki psykiatriina, so hon fór í privata viðgerð í Føroyum fyri einum trimum árum síðan, tí tað bar til hjá henni. Hon kendi ein føroyskan sálarlækna, sum hjálpti henni. Hon hevði verið hjá sálarfrøðingi fyrst, og hann vísti henni til sálarlæknan, sum annars ferðast ímillum Danmark og Føroyar. - Hann rediagnosiseraði meg. Eg hevði diagnosuna niðrifrá, eg visti tað, men eg hevði líkasum sópað tað undir teppið. Diana byrjaði altso hjá sálarlæknanum, og tað, sum Bjørg tekur upp, er, at tey, sum eru diagnostiserað privat, og tey, sum eru farin ígjøgnum psykiatriina, hava ikki somu rættindir. - Eg kann ikki bara fara inn og fáa hjálp á sjúkrahúsinum. Tey, sum eru farin ígjøgnum psykiatriina, tey hava rætt til sálarfrøðihjálp og ymisk amboð, og skuldi eg hava hesa hjálpina her, skuldi eg hava nøkur pappír við niðrifrá. Tey fekk eg ikki, tá ið eg var niðri. Diagnostiserað í Danmark Tá ið hon flutti heim, royndi hon at seta seg í samband við sálarlæknan í Danmark, men hon fekk ongantíð fatur á honum aftur - kanska tí hann var farin frá fyri aldur. Í Danmark kanst tú annars fara inn á tað almenna sundhed.dk og síggja alt tað, sum tú hevur havt við heilsuverkið at gera. Hon hevði eingi pappír við sær frá sálarlæknanum, og her orkaði hon ikki ígjøgnum alt systemið aftur. Hon hevði hoyrt, at tað tók fýra til seks ár at fáa greiði á øllum meldrinum. - Eg fór til mín egna lækna her, men tað er eftir øllum at døma ikki so lætt ... eg veit ikki ... so skal eg ígjøgnum alla psykiatriina og standa fleiri ár í bíðirøð. Vit skulu ígjøgnum allar royndir aftur, so tað orki eg ikki eina ferð aftrat. Tí var tað lættari at fara privat, tí tað er ikki so umfatandi sum hitt. Tað skuldi vera nú ella aldrin, tað var tá, eg hevði brúk fyri hjálp. Tað var so nógv, sum tyngdi hjá Dianu. Tað var líkasum, at verðin stakk sundur hjá henni. Hon sigur, at hevði sjálvhjálparbólkurin verið til fyri nógvum árum síðan, hevði hann havt verið henni til stóra hjálp longu tá. Tann størsti trupulleikin hjá Dianu sum hjá so mongum øðrum við ADHD er at taka seg saman at fáa avgreitt tað, sum hon einaferð setti sær fyri at fáa gjørt liðugt. Her verður til dømis hugsað um setursuppgávur, ið bara skulu fáast lidnar, men trupulleikin hjá fólki við ADHD er at fáa tikið seg saman og fáa tað gjørt. Ikki tí, at tey ikki skilja, hvat uppgávan snýr seg um, men bara - sum eisini er tað torførasta - at fáa tikið seg saman. - Eg havi alla tíðina hug til okkurt, alla tíðina hug til at læra, havi hópin av hugskotum, men tá ið eg skal fara í gongd, er tað ikki so áhugavert longur. Tey flestu halda als ikki tað sama sum Diana um viðurskifti, sum hon heldur vera spennandi. Hjá henni er alt, sum er spennandi, volapykk hjá øðrum. - Tað at fara í bindiklubba, fara í ein felags føðingardag, sum summi fólk elska, tað orki eg ikki fyri - hetta at sita við eitt borð og eta kaku og drekka kaffi og tosa um leyst og fast. Hetta kann vera keðiligt, serliga í Føroyum, tí tað er so ringt at finna bólkar av fólki, ið hugsa og virka á sama stigi sum tey, ið hava ADHD. Tað tekur langa tíð hjá Dianu at læra heilt vanligt gerandisligt vanaverk. Tað liggur rætt og slætt ikki í mønini. Tað tók henni langa tíð at læra at halda hús, at vaska klæðir, at gera mat. - Siti eg við onkrum, sum eg haldi vera áhugavert, kann eg gloyma bæði at eta og drekka og at røra meg. Ung tosa opið um ADHD Eitt gott er í sambandi við ADHD í Føroyum í dag. Tað er, at ungfólk við ADHD eru farin at tosa opið um tað. Tað er ikki longur tabu at tosa um hetta menningarórógv. Diana er fegin um, at tey ungu fáa nógva hjálp í dag afturímóti fyrr, tá ið tað næstan var skomm at hava ADHD. - Tað eldra ættarliðið í Føroyum hevur havt ilt við at góðtaka ta veruligu støðuna í sambandi við ADHD, meðan tað yngra ættarliðið hevur einki problem við at tosa um tað. Tey vita, at ADHD er rættiliga útbreitt, so tað kann ikki vera annað enn rímiligt, at tey fylkjast at tosa um tað. Diana heldur tað vera fantastiskt, at tey ungu eru so opin og erlig um brekið. Hon veit um ungfólk, sum siga: Jamen, eg dugi nøkur ting betur enn onnur, og nøkur ting skal eg hava hjálp til.Tað kann vera ørkymlandi, men tað er munandi lættari at góðtaka tað. Diana sigur, at tað er so upp og niður við eitt nú svøvnlagnum, men tað verður rættað upp á tað eisini so við og við. Tað er umráðandi at taka hond um svøvn og góðan mat. At taka hond um alt hetta, sum kann geva tær eina góða døgnrytmu. Um útlitini sigur Diana, at hon hevur øgiliga stórar tankar og øgiliga stórar dreymar um, hvat hon ætlar sær. Hon vil fegin føla, at hon gevur sítt íkast her í verðini, men so er tað aftur hetta, at tað kann vera og er yvirhøvur torført at sosialisera seg. Tað kann vera torført hjá henni at koma í samband við fólk, ið hava nakað við hennara lív og yrki at gera. Tað vanliga er ikki hennara sterka síða, heldur hon, men hon dugir væl at arbeiða við onkrum serligum. Hon keðir seg, um hon skal vera við í tí, sum kann kallast vanligt arbeiði, og so fer hon bara víðari. - Annars eri eg væl fyri, tí eg havi lætt við at fáa eitt starv. Tey, sum vóru við í sjálvhjálparbólkinum, har Diana hevur verið, hava hitst kortini, og tey ætla at hittast einar tvær ferðir aftrat fyri jól, tí tey fingu so mikið væl burturúr, at tey hittast av egnum áhuga fyri tað, um tað ikki akkurát er sum sjálvhjálparbólkur. Tá ið Diana sá lýsingina um, at ætlanin var at skipa sjálvhjálparbólk fyri tey, sum hava ADHD, var tað einastandandi at fáa høvi at hitta fólk við somu sosialum trupulleikum sum hon. Í bólkinum greiða tey frá, hvussu tey hava tað, og tey kunnu fáa hjálp við tað, at her er ein fakpersónur, sum skipar fyri. Trívist í bólkinum - Tað hevur ótrúliga nógv at siga, tí annars stendur mann púra einsamallur. Er tað nakað, tú ikki tosar hart um, so veitst tú ikki, at vit hava fólk við somu trupulleikum sum tú hevur at dragast við. Tað, sum er týdningarmikið við hesum er at kunna vísa á, at tað ganga altso nógv fleiri fólk, enn tú heldur, við somu trupulleikum. Væl kann vera, at ikki øll kunnu diagnostiserast, tí at tey liggja niðanfyri mark fyri, hvat krossur verður settur við í yvirlitinum yvir fólk, ið hava ADHD. Diana veit, at ert tú upp á vegin og roykir ella drekkur alkohol, ja, livir soleiðis, sum vit rópa ósunt, so kann tað hava ávirkan á, hvussu heilin útviklast. Sannlíkindini fyri at barnið hevur ADHD, um foreldrini hava tað, eru rættiliga víðfevnd. Tað kemur ikki av ongum, men umhvørvið hevur eisini sína ávirkan. - Eg hopi, at møguleikin fyri at hittast í sjálvbólkarbólki er og verður støðugur. Eg trívist í bólkinum. Diana fegnast um, at tað, sum hon higartil hevur upplivað í sjálvhjálparbólki, er, at bólkurin er væl skipaður. Her kunnu koma gestapsykologar og onnur serkøn, ið gera virksemið í bólkinum sera áhugavert. Røtt verður millum annað um spurningin: Hvat er ein forðing hjá tær? Dugir tú at hava skil á tínum peningaligu viðurskiftum? Dugir tú hetta við netbanka og alt hetta teldustýrda? Tey viðgera tað húsliga, tey tosa um arbeiði, hvussu tú trívist í arbeiðinum, og um tú yvirhøvur hevur nakað arbeiði. Tey, sum eru við í sjálvhjálparbólkinum, hava tagnarskyldu. Tey eiga ikki at fara út við nøkrum ella nevna nakran við navni. Gagnligur heilivágur Yvirhøvur taka fólk, ið hava ADHD, medisin av ymsum slag. Diana brúkar heilivágin Concerta, sum er eitt sissandi evni fyri órógvað uppmerksemi, aktivitet og impulsitivitet (ADHD). Concerta hoyrir til bólkin methylphenidat, ein sentralstimulerandi heilivágur, ið verður brúktur til at viðgera ADHD og líknandi hjá serliga børnum og ungum, men í nýggjari tíð eisini hjá vaksnum. Hesar psykiatrisku diagnosurnar høvdu onnur heiti fyrr, eitt nú MBD, hyperaktivitet og DAMP. Umleið 80 prosent av øllum fólkum við ADHD hava stóran ágóða av heilivágnum, sum tey taka. Heilivágurin er stimulerandi. Tað skal millum annað skiljast soleiðis, at heilivágurin stimbrar tínar tankar. Tað ber til at tosa við ein persón, sum hevur ADHD, um viðkomandi brúkar tað rætta medisinið. Yvirhøvur stimbrar tann rætti heilivágurin førleikan til at halda út. Tað stimbrar treysti, áhaldni, seiggi. Hjá Dianu kann tað til dømis vera ógvuliga ringt at seta seg niður at skriva eina grein, tá ið hon veit, at hon ikki tímir. Men tá ið hon tekur medisinið kann tað verða lættari at fáa tað gjørt. Hon hevur spurt bæði sálarfrøðing og sálarlækna um, hvat hetta medisinið ger. Hon spyr um hjáárin, men tað hevur ikki tað, hon veit av, nervað hana stórvegis í so máta, sigur hon. - Eg taki hetta medisinið hvønn dag, tríggjar ferðir um dagin, og tað hjálpir mær ótrúliga væl. Diana sigur um sínar felagar í sjálvhjálparbólkinum, at tey eru góð við hvønnannan. Tað hevði hon ikki væntað, tá ið hon byrjaði har. Hon kann staðfesta, at sumt, sum hon hevur lætt við at handfara, kann vera torført hjá øðrum, men her fáa tey hjálpt hvørjumøðrum at finna stevið. - Tað er ikki soleiðis, at vit síggjast dagliga, men tá ið eg møti teimum, práta vit um viðurskiftini. Diana heldur, at í Føroyum hava vit ov fáar sjálvhjálparbólkar yvirhøvur. Tú kanst tykjast at fungera væl úteftir, men innan í tær stendur stríð um bæði eitt og annað. Hon væntar kortini, at alsamt fleiri sjálvhjálparbólkar fara at verða skipaðir. - Tað er sera umráðandi at varpa ljós á alt, sum vit hava at stríðast við, og sjálvhjálparbólkar eru avgjørt ein góð hjálp. Meira hetta verður góðtikið, lættari er tað at vera, sum mann er. Øll kunnu vit hjálpa hvør øðrum "Eg føldi, at hini veruliga skiltu mína støðu. Og haraftrat kundu vit brúka okkara royndir til at hjálpa og ráðgeva hvør øðrum."Soleiðis fortaldi ein ungur maður einaferð um tað at ganga í sjálvhjálparbólki. Hóast hansara sálarligu avbjóðingar leingi høvdu lagt fótonglar í gerandisdegnum, tók tað honum langa tíð, áðrenn hann takkaði fyri tilboðið um at vera við í einum sjálvhjálparbólki fyri fólk sum hann við sálarligum avbjóðingum. Óvissan um, hvat ein tílíkur sjálvhjálparbólkur var, hvørji hini í bólkinum vóru, og hvat tey fóru at siga og halda, helt honum leingi aftur. Og júst tí er tað so gott, at MEGD viðger evnið. Flestu okkara vita ivaleyst, hvussu gott tað kennist, tá ið onnur royna at skilja støðuna, sum vit eru í. Tá ið onnur lurta eftir okkum og geva okkum umsorgan og stuðul. Felags fyri øll menniskju er, at vit eru sosialar verur og rætt og slætt hava brúk fyri hvør øðrum. Nógv er granskað í týdninginum av stuðli frá okkara medmenniskjum, og úrslit benda á, at stuðul hevur góða ávirkan á ta kropsligu og sálarligu heilsuna bæði hjá teimum, ið veita, og hjá teimum, ið fáa stuðul. Kanningar vísa millum annað, at fólk, ið fáa góðan stuðul frá sínum næstu og umhvørvinum, liva longri, eru minni sjúk, verða skjótari frísk, tá ið tey verða sjúk, duga betur at handfara kroniskar sjúkur og hava sum heild betri sálarheilsu. Aðrar kanningar vísa eisini, at geva vit øðrum stuðul, verða vit glaðari og fáa meira yvirskot. Hjá summum er tað at geva og fáa stuðul frá okkara næstu ein partur av gerandisdegnum og ein natúrligur partur av tí at vera menniskja. Okkurt bendir tó á, at nútímans samfelagið elvir til, at vit onkursvegna niðurraðfesta hetta og mugu minnast til tað við eitt nú almennum átøkum sum ABC fyri sálarheilsu, sum Fólkaheilsuráðið hevur sjósett í Føroyum. Ymisk menniskju - ymisk sløg av stuðli Líka so ymisk vit eru sum menniskju, líka so ymist kann tað vera, hvat vit hvør sær kenna sum stuðul, og hvat slag av stuðli, okkum tørvar. Stuðul frá okkara medmenniskjum ella umhvørvi verður á fakmáli ofta nevndur sosialur stuðul og verður ofta bólkaður í fýra sløg av stuðli (sí fakta). Henda bólking kann vera ein hjálp, tá ið vit hvør sær skulu veita einum av okkara næstu stuðul. Men vit mugu gera okkum størri ómak, tá ið vit skulu stuðla hvør øðrum. Tí tað, sum hjá tær kennist sum ein stuðlandi hond, nýtist als ikki at vera stuðul hjá tínum besta vini. Sum orðatakið sigur, Eingin kennir mein í annans bein, kann tað vera sera torført, um ikki ógjørligt, at kenna og skilja neyðina hjá øðrum. Flestu okkara hava ivaleyst verið í støðuni, har ein av okkara næstu er komin til okkara og hevur havt brúk fyri at tosa um sínar avbjóðingar, men samtalan endaði við, at vit tosaðu um okkara egnu neyð heldur enn at stuðla og hjálpa hinum ... Yvirhøvur hava vit kanska eisini verið í støðuni, har stuðulin frá okkara næstu, hóast intentiónin var góð, ikki akkurát var tann stuðulin, okkum tørvaði, fyri at klára eina avbjóðandi støðu. Í júst tílíkum føri kann spurningurin, hvat hevði tú viljað, at eg hjálpti tær við? vera gull verdur. Ella dirvi til at siga, at tað hevði verið mær ein so góð hjálp, um tú kundi ... Kanning av føroyskum ungfólkum vísti júst, at fingu tey góðan sosialan stuðul eftir, at tey høvdu verið fyri álvarsligum møguliga traumatiserandi hendingum, so høvdu tey færri eyðkennir upp á kropsliga og sálarliga strongd. Viðhvørt skal annað til Onkuntíð skal meira til enn stuðul frá okkara næstu, fyri at vit klára eina støðu ella fáa tað burturúr gerandisdegnum, sum vit kundu hugsað okkum. Tað kann antin vera tí, at vit eru í eini serligari støðu ella hava avbjóðingar, sum krevja nakað annað. Sum til dømis ofta er støðan hjá limunum í feløgunum, sum eru limir í MEGD. Ein máti, almennir stovnar og almannagagnligir felagsskapir kunnu veita sosialan stuðul upp á, er m.a. við at skipa samtalubólkar. Hvat er ein samtalubólkur? Ein samtalubólkur er eitt stað, har fólk kunnu møta øðrum í líknandi støðu. Har tey kunnu práta um tað, tey hava upplivað, deila sínar royndir, ráð og vitan um, hvussu støðan kann handfarast. Og har, tey kunnu deila sínar reaktiónir og trupulleikar við fólki, sum veruliga skilja tey. Samtalubólkar kunnu vera eitt frístað, har rúm er fyri tonkum, ið verða viðurkendir, og reaktiónirnar verða normaliseraðar. Samtalubólkar kunnu vera ymiskir. Skapið á bólkunum verður ofta avgjørt av felagsskapinum, ið hevur teir, hvørjar persónligar og fakligar royndir, bólkaleiðarin hevur, og hvat endamálið er við bólkunum (sí fakta). Samtalubólkar kunnu eisini hava ein blandaðan leiðsluhátt, har t.d. fakfólk stýra bólkunum saman við sjálvbodnum og javnlíkum. Dømi um hetta í Føroyum eru bólkar hjá Beranum, sum arbeiðir fyri at stuðla børnum og ungum, ið hava mist foreldur ella systkin. Her eru allir sorgarbólkarnir leiddir tvørfakliga av t.d. sálarfrøðingum og fakfólki við viðkomandi útbúgving og royndum. Aftrat tveimum bólkaleiðarum til hvønn bólk eru sjálvboðin knýtt at summum av bólkunum. Tey sjálvbodnu hava sjálvi upplivað at missa eitt foreldur ella systkin og hava megnað at fóta sær aftur í lívinum. Tey sjálvbodnu virka sum eitt millumlið millum bólkaleiðararnar og luttakararnar. Í samtalubólkum kunnu luttakararnir fáa vitan, góð ráð og hjálp til at seta orð á og skilja sína egnu støðu og reaktiónir. Hetta kann gera sítt til at normalisera kenslurnar, sum luttakararnir stríðast við og minka um kensluna av einsemi. Samtalubólkar kunnu vera eitt stað, har møguleiki er fyri at seta orð á torfør evnir, sum luttakararnir kanska ikki hava tosað við onnur um fyrr, og eitt stað har tabu verða brotin. Her kunnu luttakararnir práta um tað, teir hava upplivað og deila teirra tankar og kenslur í tryggum kørmum. Eru samtalubólkar egnaðir til øll? Tað er sera týdningarmikið, at luttakararnir verða kunnaðir um, at teir ikki kunnu fáa tað sama burturúr einum samtalubólki sum frá einstaklingaviðgerð og øvut. Luttakarar, sum hava verið fyri ógvusligum hendingum, ið hava givið teimum posttraumatiskar reaktiónir, kunnu eisini fáa gagn av at vera við í samtalubólkum, hóast teir aloftast eiga at fáa sálarfrøðiliga viðgerð aftrat samtalubólkunum. Fyri at tryggja, at hesir luttakarar ikki verða retraumatiseraðir, er neyðugt, at leiðararnir hava fakligar førleikar til at handfara støðuna, um summir av luttakarunum taka álvarsamar trupulleikar upp. Áðrenn bólkar verða skipaðir, er umráðandi við innleiðandi samrøðum og kunning til hvønn einstakan luttakara, soleiðis at luttakararnir ikki byrja í bólkum, sum ikki hóska til teir. Undir innleiðandi samrøðuni er eisini møguligt at greiða týðiliga frá, hvat væntað verður av luttøkuni í bólkinum. Tá ið hildið verður, at luttakarar av ymsum orsøkum ikki hóska til bólkin, er neyðugt, at teir verða kunnaðir um tað. Tá kann ávísast til einstaklingsviðgerð, viðmæla ein viðgerandi bólk ella bjóða luttøku í einum fakliga stýrdum bólki samstundis við terapeutiskari viðgerð. Kanningar av sorgarbólkum í Norra vísa, at luttakarar, ið taka ímóti einum tilboði, sum ikki hóskar til teir, ofta gevast aftur í sorgarbólkunum. Leiðsla av samtalubólkum Afturat royndunum, vitanini og fortreytunum, sum bólkaleiðarar hava, er umráðandi, at teir hava vitan um tær avbjóðingar, sum málbólkurin kann hava, samanspæl í bólki, og hvussu avbjóðingarnar ávirka fólk ymist. Fyri at vitanin hjá bólkaleiðarum kann vera dagførd, og bólkaleiðararnir skulu kenna seg tryggar og eggjaðar, er umráðandi, at teir fáa bjóðað skeið og supervisión regluliga. Aftrat yrkisgrundarlag eru persónligu fortreytirnar og eginleikarnir hjá bólkaleiðarunum týdningarmiklir, serstakliga førleikin at liva seg inn í lívið hjá luttakarunum, at lurta og at vísa umsorgan. Tá ið bólkaleiðararnir eru javnlíkir við limirnar í bólkinum, er umráðandi, at tey hava arbeitt við sínum egnu arbjóðingum áðrenn soleiðis, at tey kunnu brúka sínar royndir og vitan á ein jaligan hátt. Virðismet evni, virði og gávur okkara Hvør eri eg? Einfaldi spurningurin er ikki lættur at svara, serliga tá ið hugsað verður um, at svarið týðiliga er ávirkað av, hvønn onnur halda meg vera. Sjálvsfatan og eisini sjálvvirði okkara er knýtt at umhvørvinum, vit eru í. Tí er vert at hugsa um, at vit hava ábyrgd hvør fyri øðrum. Vit vita, at hugburður hevur týdning fyri lívsgóðsku, og at fordómar køva. Sjálvt grundarlagið undir ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, er bygt á hesa sannroynd. Tí gera vit rætt í at vísa til grein 8 í sáttmálanum, har eggjað verður til tilvitskustimbran. Føroyar skulu stimbra tilvitsku í øllum samfelagnum, ala fram virðing fyri rættindum og tign hjá fólki, ið bera brek. Umframt berja niður vanamyndir, fordómar og skaðiliga siðvenju, sum viðvíkur fólki, ið bera brek. Samstundis skulu Føroyar økja tilvitskuna um, hvat fólk, ið bera brek, eru før fyri og kunnu geva. Í MEGD-blaðnum hesa ferð viðgera vit hugburð til brek, sum er eitt hugtak í áhaldandi broyting. Hetta verður eisini m.a. viðgjørt við etiskum, søgu- og samfelagsligum, heimspekiligum og námsfrøðiligum brillum saman við politisku visjónini, søguligum afturliti og persónligum søgum. Vit eru tað lívið, vit liva, vil Svend Brinkmann vera við, og við føðing byrjar lívstráður okkara. Lívið er ein gáva, sum vit ikki hava biðið um. Tá ið vit pakka gávuna upp, fáa vit bæði óvæntaða gleði og eisini tað, sum kemur okkum dátt við. Men lívið er ikki bara ein gáva, tað er eisini ein uppgáva, har vit mugu viðurkenna tað givna, lagnuna, á ein ábyrgdarfullan og virðiligan hátt. Tó gerist eg vónrík, tá ið eg samstundis kann viðurkenna, at lagnan bara í ein ávísan mun er avgjørd frammanundan og harvið kann verða ávirkað við felags og mennandi hugburði. Hesum vísir Brinkmann víðari á, at vit við byrjan ikki einsamøll eru før fyri at læra at spinna egnan lívstráð. Vit mugu fáa hjálp frá øðrum, og aftrat okkara egna lívstráði hava vit ávirkan á lívstráðin hjá øðrum. Tí ræður um við umhugsni at síggja, hvussu egin lívstráður er flættaður saman við lívstráðunum hjá øðrum. Hetta fyri at síggja álvarsemi í, at okkara gerðir hava týdning fyri onnur. Við vón um, at hetta blaðið kann vera við til at víðka um mennandi hugburð, so vit saman kunnu gera 40 ára gomlu visjónina hjá MEGD og limafeløgunum til veruleika, at øll skulu uppliva javnrættindi í einum inkluderandi samfelag - har vit virðismeta evni, virði og gávur okkara. Góðan lesihug! Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD. Brek, hugtak í broyting MEGD-blaðið hesa ferð snýr seg um hugburð um brek. Sambært ST-sáttmálanum fevna fólk, ið bera brek, um tey, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitborin og kenslulig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar kunnu forða fyri, at tey til fulnar og á virknan hátt kunnu vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.Sambært ST-sáttmálanum skulu londini binda seg til at viðurkenna, at brek er hugtak í broyting, og at brek er úrslit av sínámillum ávirkan millum fólk, ið bera brek og eru fyri forðingum, ið standast av hugburði og umhvørvi, sum tarnar teimum til fulnar og á virknan hátt at vera við í samfelagnum javnbjóðis øðrum ((e) s. 1). Brek - ein broytilig og fjølbroytt samanseting Sambært Bredgaard, ShamshiriPetersen (2018) hava tað verið tvær ráðandi fatanir um brek. Tann medisinska ella læknafrøðiliga fatanin, ið hevur sjóneykuna á førleikatarn hjá tí einstaka og sjúkugreining (diagnosu), meðan tann sosiala fatanin hevur sjóneykuna á forðingar í umhvørvinum, sum forðar persóninum at virka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur, sum ikki hava brek. Rithøvundarnir leggja dent á, at brek er eitt samansett og fjølbroytt hugtak, sum hvørki kann avmarkast til ta læknafrøðiligu ella sosialu fatanina. Hinvegin er tann relationella fatanin fjølbroyttari og hevur sjóneykuna bæði á niðursettan førleika og forðingar í umhvørvinum. Tað kann vera av niðursettum førleika sum lamni ella blindni, ella tað kunnu vera avmarkingar í at vera virkin, so sum at eta og ganga og avmarkingar at vera við á ymsum økjum í lívinum, tað veri seg í arbeiði ella útbúgving. Fatan og hugburður í samfelagnum Vit kunnu spyrja, hvønn týdning hevur ráðandi hugburður, sum ofta er ótilvitaður, fyri okkara sjálvsfatan, tá ið vit bera brek? Hvat samband hevur hugburður við viðurkenningina, um barnið, ein fær, ber brek? Og hevur ráðandi hugburður í samfelagnum um brek týdning fyri virðingina og væntanina til fólk, ið bera brek og teirra møguleikum fyri at vera við í samfelagnum í útbúgving, arbeiði og sosialum tiltøkum? Og hvønn týdning hevur hugburðurin hjá heilsu- og starvsfólki fyri, hvussu ein verður møttur, tá ið ein ber eitthvørt brek? Fyrst er umráðandi at spyrja, hvat hugburður er. Sambært Aiden og McCarthy (2014) er hugburður ein samansett blanding av fatanum, virðum og eyðkennum, ið sermerkja mátan, vit fata og kensluliga hugsa um onnur menniskju ella støður. Greinin eftir Aiden og McCarthy: Current attitudes towards disabled people byggir á kanning, gjørd í Bretlandi. Sambært hesi grein er vaksandi próvtilfar, ið bendir á, at einstaklingar, ið bera brek, uppliva, at hugburður hjá øðrum er ein stór forðing fyri útbúgving, frítíð, ferðing, atkomu til almennar tænastur, sosialari samveru og atkomu uttan fyri heimið. Rithøvundarnir leggja dent á, at útbreiðslan av jaligum og neiligum hugburði hevur týdning, um vit ætla at betra almenna hugburðin. Ráðandi almenni hugburðurin hevur ávirkan á livistøðið hjá øllum og ikki minst hjá einstaklingum, ið bera brek. Vit síggja ongan bata í livikorunum hjá fólki, ið bera brek, um vit ikki loysa trupulleikan við hugburði samstundis. Neiligi hugburðurin hjá fólki er grundaður á tvørrandi forstáilsi av breki og tørvi hjá fólki, ið bera brek. Greinin staðfestir, at menn hava neiligari hugburð enn kvinnur, serliga millum tey ungu. Haraftrat hevur hugburðurin til minni sjónlig brek lyndi til at vera neiligari. Nógv av treganum, sum fólk kenna mótvegis breki, kann stava frá tvørrandi vitan, tí ikki nóg nógv kenna fólk, ið bera brek. Kanningin staðfestir, at fólk eru bangin fyri at siga okkurt skeivt, tá ið tey tosa við fólk, ið bera brek ella um brek. Kanningin vísti, at bæði almenningurin og fólk við breki halda, at bøtast kann um hetta við at hava meiri gerandis samskifti við fólk, ið bera brek, og at økt almenn undirvísing um brek fer at betra fatanina og viðurkenningina av einstaklingum, ið bera brek. Tilmælið er sostatt at tryggja, at fleiri møguleikar verða fyri samspæli við fólk, ið bera brek, og at stuðla jaligum frásagnum í miðlunum um fólk, ið bera brek. Miðlar hava stóra ávirkan og harvið stóra ábyrgd fyri útbreiðslu av fatanum. Sambært Orlansky og Heward (1981) hava miðlarnir høvuðsleiklutin, tá ið tað ræður um at skapa neiligar fatanir, sum aftur ávirka fólk við breki. Hyggja vit at donsku kanningini hjá VIVE: Personer med handicap Hverdagsliv og levevilkår 2019 vísir hon, at stórur munur er á fólki við og uttan brek, tá ið tað ræður um at vera við á grundleggjandi økjum í vælferðarsamfelagnum so sum útbúgving og arbeiði. 38 prosent av fólki við breki vóru ikki á arbeiðsmarknaðinum sammett við 12 prosent uttan brek. Og fyri persónar við størri breki var talan um 59 sammett við 21 prosent. Vit kunnu spyrja, um hetta hevur nakað við hugburð at gera? Kanningin: Holdninger til handicap 2020, ið var tann fyrsta av sínum slag í Grønlandi, ið kannaði fatanina hjá grønlendingum av breki, vísti, at eins og í øðrum londum hava grønlendingar fordómar móti fólki við breki. Haraftrat vísti kanningin, at fólk sum heild ikki vita, hvat fólk við breki duga og ikki duga, tá ið tað snýr seg um at fáa sær útbúgving og at vera á arbeiðsmarknaðinum. Óvist er, hvørjar kanningar eru gjørdar av fatanini hjá føroyingum av breki, men tað hevði verið sera áhugavert at fingið at vita, hvørt lutfallið millum neiliga og jaliga fatan her á landi av breki er øðrvísi enn í londunum uttan um okkum. Í vár var samrøða í Kringvarpinum, sum er áhugaverd og hugvekjandi, tá ið tað kemur til hugburðin hjá teimum, sum eru sett at ráðgeva komandi foreldrum, hvørs fatan stendur í andsøgn til upplivingina hjá foreldrum, ið hava royndirnar og fingið barn við breki. Vit kunnu taka tvey ymisk dømi frá Heilsuverkinum frá føroysku fjølmiðlunum á vári 2021, ið hava nakað við hugburð at gera. Í samrøðu við Jórunn Dánialsdóttir á Dul Poulsen í Brunch í Kringvarpinum 10. apríl í ár greiddi hon frá, hvussu tað var at fáa eitt barn við Down Syndromi: Eg græt eitt heilt døgn, tá eg fekk tað at vita, at dóttirin hevði Down Syndrom. Men eg havi ongantíð grátið um Ester Mariu síðan ... ongantíð ... Tvørturímóti hava vit fingið eina heilt aðra verð, sum vit ikki vistu, var til. Verturin spurdi, um uppfatanin á Down Syndrom var broytt? Ja, tað er rættiliga nógv broytt, tí nú ger mann nakkafoldskanning, og í dag kanst tú beinanveg, tú gerst við barn kanna, um tað er eitt barn við Down Syndrom. Eg vil siga, at nógv, sum fáa tað at vita, vita ikki, hvat tað er, og verða næstan eggjaði til at fjerna barnið, og av tí sama koma fá børn við Down Syndrom. Og eg haldi ikki, verðin verður penari av, at færri við Down Syndrom eru. Ein sum Ester Maria flytur fjøll og hjørtu, og øll, sum eg kenni, sum hava børn við Down Syndrom, siga tað sama. Í samrøðu í Dimmalætting 5. mars 2021 við 24 ára gamla Georg Jacobsen, sum misti beinið í arbeiðsvanlukku, 19 ára gamal, greiðir hann frá góðu hjálpini, hann fekk í Heilsuverkinum, har tey fóru eitt stig víðari enn bara at veita sjúkrahúsviðgerð, men tey hálaðu fólk inn, ið høvdu verið úti fyri nøkulunda tí sama, og tí kundu beina honum á rætta leið. Frá byrjan fekk hann at vita, at hetta skuldi ganga. Tað hevur týdning, hvørjum og hvussu vit verða møtt, tá ið lívið bjóðar av. Áheitanin hjá kenda myndamanninum, Rick Gouidotti, Broyt, hvussu tú hyggur, og hygg, hvussu tú broytist, er gagnlig at taka til okkum, skal okkara fatan gerast meiri víðskygt. Endamálið við hansara myndatøku er at broyta ta einstáttaðu fatanina at síggja menniskju út frá eini medisinskari fatan. Hann fór at kanna myndir í medisinskum bókum, og var skelkaðar av ómenniskjaligu lýsingini av sjúku og breki, sum vantaði allan ans fyri einstaklinginum. Hansara áheitan er heldur at síggja tann ótrúliga vakurleikan í hvørjum menniskja og serliga hjá teimum framúrskarandi fólkunum, ið liva við fjølbroyttum viðurskiftum, sama um tað snýr seg um viðføtt brek ella eitthvørt, sum er komið seinni í lívinum (Positive Exposure). Okkum tørvar at viðurkenna vakurleikan í ymisleikanum, at hugsa okkum um, men eisini hyggja okkum um og javnan endurskoða okkara fatan. Vit mugu taka okkara menniskjasýn til eftirskoðan (Birkler 2017). At broyta hugburð og menna empati kann minka gjónna millum fólk við og uttan brek (Rusu 2018). Vit mugu víðka okkara sjónarring, so vit kunnu viðurkenna tað virðismikla íkast, bæði tað, ið er og verður, sum fólk, ið bera brek, í síni heild veita trivnaði og fjølbroytni í sínum samfeløgum (ST-sáttmálin, m, s. 2). Fyritreytin fyri, at vit síggja tað virðismikla í hvørjum menniskja, er ein jaligur hugburður til fólk, ið bera brek, tí tað veldst um eygað, sum sær. megd sí ómegd Sum ikki einaferð mátti eg inn á sprotin.fo at finna útav, hvat fyri kyn orðið megd hevur. Ikki tykkum at siga - eg leiti eftir orðum dagliga, tí tað, sum í føroyskum oyrum er logikkur hann, hon, tað er volapykk í mínum útlendsku oyrum. Eg gjørdist bilsin, tá eg trýsti enter og sá leitiúrslitið: megd. sí ó Orðið megd er ikki til, spyrst tú Sprotan, og tó skilja vit, hvat tað merkir, tí tað er definerað av sínum mótsetningi: ómegd. Ikki at megna, ikki at duga, ikki at vera førur fyri. Tað liggur eitt kollosalt treiskni í at kalla eitt felag fyri MEGD, um orðið hevur uppruna í sínum mótsetningi. At ímynda sær líknandi orð: hugni? sí ó-hugni, lukka? sí ólukka, inspirera? sí óinspirera. Vit skilja lívið í positivum formi, inntil tað mótsetta ger seg galdandi, og tá fær heitið eitt "ó-" frammanfyri. Men málið avdúkar, at vit hugsa øvut viðhvørt. Tá ið ein hevur okkurt at dragast við, til dømis eitt brek, hava vit lyndi til at fokusera uppá ó-megdina. Megin - ella megdin uttan ó skal fyrst prógvast, og tað kann gerast útlúgvandi hjá tí einstaka. Vit skulu trena okkara hugsan soleiðis, at ómegd kemur av megd og ikki øvut. Hetta hevur týdning, tí innihaldsliga fylgjast megd og myndugleiki. Tú mást megna tína tilveru fyri at vera myndugur. Lat meg taka eitt dømi um, hvussu Jesus vendir tí øvut. Eg prísi tær, faðir, harri himna og jarðar, at tú hevur loynt hetta fyri vísum og vitrum, og kunngjørt tað fyri ómyndingum! Matt. 11,25. Várharra vendir sær til tey ómyndugu, mótsett hvat ein kundi væntað av Honum, og setir tann ómegnandi fram sum fyrimynd fyri onnur. Tað ljóðar heilt galið í mínum 2021- oyrum, at tað skal vera gott at vera ómyndugur, tí eg eri vaksin og kann og vil alt møguligt sjálv. Men tað er okkurt, sum ein kann missa, tá ið mann kann og vil alt sjálvur. Tað týdningarmesta verður opinberað, har vit onkuntíð inn ímillum eru ómyndug. Tað hevur einki at gera við at vera óbegávaður ella býttur. Orðið kemur av týska orðinum munt - ið hevur við hond og munn at gera. At vera myndugur er at duga at handfara og tala. Men tað, sum veruliga merkir nakað, skilja vit instinktivt uttan orð. Tað, ið hevur týdning, kenna vit aftur gjøgnum eygnabrá, klemm og uppmerksemi longu sum børn. Og um vit verða so gomul, at vit fara at gloyma øll okkara orð, so kenna vit enn tað essentiella aftur, tí tað er opinberað teimum ómyndugu. Innihaldið, sum vit geva skap í skrift og talu, er ikki bundið at okkara dugnaskapi. Lívsessensurin er til staðar bæði áðrenn og aftaná øll okkara orð. Har, sum vit einki megna, er eisini eitt serligt virði. Har er Kristus. Várharra sær tann gloymda. Tað er boðskapurin, ið gongur sum ein reyður tráður gjøgnum evangeliini. Alternativið til hetta er ræðandi: antin tað ikki at síggja ella at síggja menniskjur sum nakað annað enn tað, tey eru. Til dømis tað, sum teimum feilar. Menniskjan verður gjørd til eitt við tað, sum er galið. Tað kann vera ein diagnosa ella eitt eyðkenni, og verður soleiðis eitt ting ella eitt problem, ið skal fiksast ella handfarast: Hon er alkoholikari - hann hevur tunglyndi o.s.fr. - heldur enn at síggja tey sum heil menniskjur, sum so forrestin eisini hava ymist at dragast við. Tá verður menniskjan ikki mál í sjálvum sær, men eitt objekt, sum má handfarast og viðgerast, skal tað lukkast. Heil menniskjur hava trupulleikar, verða ólukkulig, ómøgulig, fáa diagnosur, líða, traðka við síðuna av og so víðari, men umskapast og gerast heil aftur so við og við hvørja ferð tey - vit - verða sædd. Hvørja ferð eg møti einum, hendir okkurt, sum kann steðga døprum tonkum í at mala runt og reka okkum út í lívið aftur. Danski læknin, Ole Hartling, hevur fortalt um fleiri episodur, har hann hevur upplivað, hvussu patientar verða gjørdir til ting í systeminum og viðgjørdir sum sjúkur heldur enn sædd sum heil menniskjur. Hann hevði hoyrt ein lækna siga: er blindtarmurin lagdur at sova, so eg kann operera? Tað var ikki Pól Hansen, ið skuldi sova, men blindtarmurin. Hann fortelur eisini: Ein neurologur demonstreraði fyri praktikantum, hvussu tungan í einum patienti sá út, og at tað var eitt klassiskt dømi um sjúkuna ALS: Beautiful, beautiful! segði praktikanturin, sum endiliga slapp at síggja tað í veruleikanum og ikki í bók. Patienturin, ið stóð við tunguni úti, hevði tár í eygunum, tí hann var reduseraður til eitt sjúkueyðkenni. Dømini eru serlig, men sárandi tendensurin er vanligur: at menniskjur verða reduserað og sædd við minni virðing, um tey hava eitthvørt at dragast við. Hóast vit fáa trupulleikar her og har, er tað ikki altíð ein spurningur um, at alt í okkara lívi skal viðgerast, áðrenn vit kunnu taka støðu til sakina. Tí sakin er ikki bara ein diagnosa, men eitt heilt menniskja. Tað, sum vit geva hvørt øðrum, tá ið vit tosa saman í eygnahædd er ofta akkurát tað, sum skal til, fyri at vit kenna okkum fevnd og rúmað. Týski sosiologurin Hartmut Rosa sigur, at menniskjur í okkara tíð mangan uppliva, at vit eru tað, sum vit gera. Lívið er ein langur to-do-listi, og tað endar mangan við, at tilveran verður stumm. Hann brúkar orðið enchantment - verðin missir klang og meining, tá ið vit skulu prestera. Tá ið vit harafturímóti trívast og føla, at lívið hevur meining, er tað sum um, vit verða kallað út í lívið, og vit svara aftur við okkum sjálvum, og føla, at alt fær litir og verður endurnýggjað. Lívið hevur ressonans. Mótsett um mann fær depressión - so er eingin eftirklangur. Hartmut Rosa sigur, at tilveran kann endurvinna klangin, tá ið við leita eftir aftursvari í staðin fyri at byrgja okkum inni í sinnismyrkri. Klangurin kann endurvinnast, har onkur svarar aftur meir ella minni bókstavliga, antin vertikalt - t.v.s. uppeftir í samtalu við Gud. Tað kann eisini vera horisontalt í samtalu við onnur - ella diagonalt, tá ið vit verða púra burtur í onkrum, so vit gloyma bæði tíð og stað. Tað kann t.d. vera at ganga túr, smíða, spæla tónleik, ella hvat ein nú verður hugtikin av. Og, sigur hann: Klangurin, sum lívið fær, tá ið vit síggja, at tað ljósnar, hevur guddómligt dám. At menniskjur hava virði í sjálvum sær er ein snúningsdepil í bæði etikki og teologi, og hvør veit, kanska hava tey skilt tað á Sprotanum: megd, sí ó-. Tí grundin til, at Várharra kom til jarðar sum eitt ómegnandi leysingabarn í einum skitnum fjósi var, at menniskjur skuldu megna at fevna lívið. Dreymurin hjá Hávardi gekk út Hann fór til Tokyo at umboða Føroyar á Paralympisku Leikunum og varð nummar 10 av 12 rennarum. Tað tók Hávardi Vatnhamar tveir tímar 58 minuttir og 27 sekund at koma á mál, tá ið hann rann maraton í Tokyo tann 5. september. Hávard Vatnhamar var einasta umboð úr Føroyum á leikunum í Tokyo Tann 45 ára gamli leirvíkingurin fór 14 ára gamal til Danmarkar í 1990 saman við foreldrunum og fullførdi skúlagongdina har í 8., 9. og 10. flokki, og har býr hann enn. Men so var Hávard fyri álvarsligari vanlukku. 1992 var hann dekkari á einum donskum snurriváðsbáti úr Thyborøn í Norðurvesturjútlandi, og í sjaskveðri tann 12. august hetta árið varð hann fastur í spælinum, har ein veirur legðist um armin og hálsin. Hann misti ongan likamslut í fyrstu atløgu, men hann varð flogin inn á sjúkrahús í Aalborg. Høgri armur var lamin, og Hávard, ið var høgrahandaður, fekk at vita frá læknunum, at teir vórðu noyddir at taka armin niðanfyri albogan. Hann hevur handprotesu, men tað, sum eftir er av arminum, er so vánaligt, at hann fær ikki brúkt hann. Hann fær bara brúkt protesuna av og á, tí hann fær ilt av henni. Hávard var plágaður av fantompínu heilt til 1999. Tá varð hann skurðviðgjørdur í herðablaðnum, har sum armurin hekk í. Eftirskúlalærari Í dag arbeiðir Hávard flekstíð sum eftirskúlalærari í Finderup í Norðurvesturjútlandi hjá ungum, mest fólki við autistmu, millum 14 og 18 ár. Meiningin hjá Hávardi var at fara á sjómansskúla. Tað bar sjálvandi ikki til eftir vanlukkuna, so hann kom á ein ítróttarháskúla í Ikast í 1994. Síðan fór hann á HF í Nørre Nissum nærindis Lemvig. Har gekk hann í tvey ár, og tá ið hann varð liðugur haðani, fór hann á handilsskúla í Lemvig. Síðan kom hann í læru sum shippingmaður hjá globala kemikaliuvirkinum Cheminova. Áðrenn Hávard varð liðugur við læruna á Cheminova, breyt hann sær skøvningin í fótbólti. Aftur opereraður bæði her og har í skøvninginum fýra ferðir, og endin varð tann, at Hávard Vatnhamar í 2000 varð fyritíðarpensjóneraður. Í 1999 giftist hann við danskari gentu, og tey fingu ein son í 2000 og seinni ein son aftrat. Tá ið Hávard gekk á HF, var ein lærari har, sum helt, at Hávard skuldi vera lærari. Seinni aftur fór kona hansara á læraraskúla, og hetta var ein grundin til, at eisini Hávard fór at lesa til lærara. Áðrenn Hávard misti armin, var hann hugtikin av blindum og deyvum fólkum, og nú hann sjálvur ber brek, heldur hann, at fólk vilja vera hjálpsom, so leingi tað gongur væl, men yvirhøvur tíma vit ikki at hoyra alt ov nógv um brekið. Tað er framvegis soleiðis, at tú, sum ber brek, verður koyrdur í ein kassa. Tað ringasta, hann hevur upplivað, var ikki at missa armin, men at koma í systemið, og tað er ikki tí, at alt í systeminum er vánaligt. Avgjørt ikki. Kirkjan og missiónshúsið Hann spælir nógvan fótbólt, og har vóru fólk í fyrstani eftir vanlukkuna imponerað av, at hann var við, men tað var bara inntil, hann hevði verið harðligur í eini takling til dømis. Eitt tað ringasta hjá honum er at verða stigmatiseraður. Hann vil vera við allastaðni, men kann føla seg útihýstan og hevur tí stríðst fyri at halda seg dagførdan við politikki, ítrótti ... øllum, sum hann hevur áhuga fyri. Soleiðis kann eisini vera í kirkjuni og missiónshúsinum. Hávard hevði barnalærdómin við sær úr Leirvík. Foreldrini gingu í missiónshúsið í Leirvík, og tað gjørdu tey eisini, tá ið tey fluttu til Danmarkar. Hávard hevur varðveitt sína sannføring og trúgv. Tað er so nógv óforloyst potentiali í øllum møguligum fólki við breki, sum verða hildin eitt sindur uttanfyri tað normativa. Hávard heldur, at nógv fólk halda, at hann hevur ongantíð havt stórvegis trupulleikar mentalt, tí hann virkar altíð so glaður og positivur. Men tað er tí, at hann hevur kunnað hvílt út púra einsamallur. Hevur tú eina menniskjafatan, sum sigur, at hevur tú eitt brek, so ert tú upp á ein máta eitt minni vert menniskja, so er útihýsing eitt gott orð. Daglig viðurkenning Og tó! Hávard leggur dent á, at hann dagliga møtir viðurkenning. Henda ótrúliga strembanin í búnum aldri eftir at sleppa á Paralympisku Leikirnar í Tokyo er í sjálvum sær eitt ógvuliga serstakt fyribrigdi. Ikki minst at vilja umboða Føroyar. Tað verður hildið at vera fantastiskt ... og tað lukkaðist. Hann hevur klárað at fáa tað besta burtur úr lívinum soleiðis, sum tað nú hevur háttað sær hjá honum, og hann sigur, at kunnu fólk rundan um teg ikki bjóða tær nakað gott, so mást tú finna upp á okkurt annað. Tað tóktist vera av tilvild, at Hávard kom upp í allan hendan ítróttin, men hann fortelur, at ein dagin prestur kom framvið, bóðu teir í bøn til Gud um, at Hávard skuldi síggja eitt ljós fyri endan á tunellini, og tað er í roynd og veru hetta, ið hevur riggað. Hávard Vatnhamar er eitt livandi dømi um, at tað við positivum hugburði og ágrýtni ber til at liva eitt gott lív, hóast leiðin mangan kann vera ógvuliga tung og grýtut. Hann kom aftur til Danmarkar úr Tokyo, umboðandi Føroyar, sum ein glaður og errin maður eftir sítt paralympiska elituavrik. Vit flyta okkum á rætta kós - Serbreyt er á Glasi, og fleiri arbeiðspláss taka fólk við avbjóðingum inn. Vit flyta okkum, men eg haldi, at leiðin er drúgv. Yvirskipað hava øll míni børn sama virði, og sjálvandi ynski eg tað sama fyri Leu sum fyri hini. Eg veit væl, at hon fer ongantíð at blíva lækni, men hon kann blíva so nógv annað Tað sigur Ása Dánjalsdóttir, sum býr í Havn saman við manninum Charles Olsen. Ása starvast í familjufyrisitingini, og Charles er sølumaður. Ása og Charles eiga fýra børn, tveir dreingir og tvær gentur. Tann eldri drongurin er 12 ár, tann yngri er níggju ár, og genturnar eru ávikavist sjey og fýra ár. Tann yngra gentan, fýra ára gamla Lea, hevur Down Syndrom. Tann vanligi spurningurin, sum foreldur fáa, tá ið eitt barn ella barn teirra er føtt við Down Syndromi er: Hvussu føldist tað, tá ið barnið kom í verðina? Var sorgin stór? Tey vistu tað áðrenn - Vit vistu tað áðrenn, tí at vit vóru til 20-vikuskanning, sum vardi nakað leingi, og eg mundi spurt, um nakað var galið. Læknin segði, at um eg hugdi at myndini av hjartakømurunum, so sá eg, at vanliga eigur tað at síggja soleiðis út, men tað sær ikki heilt soleiðis út hjá dóttrini, sigur Ása Dánjalsdóttir, og hon heldur, at tey sóu tað beinanvegin. Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum, segði, at tað kundi vera, at hon var farin skeiv, men hon hugsaði kortini, at tað var best, hon fekk eina aðra meining um støðuna, so hon sendi Ásu og Charles til Danmarkar við gentuni. -Tað kom ógvuliga óvart á okkum, at vit skuldu fara niður, sigur Charles. Tey vórðu so send til Danmarkar longu eina viku eftir hesa avgerð. Á Ríkissjúkrahúsinum skannaði ein kvinnuligur yvirlækni Ásu í útivið ein tíma. Hon kundi so staðfesta ein hjartafeil - ein typiskan down's hjartafeil. Positivur hugburður Ása hevði gingið í 22 vikur. Hon og maðurin høvdu tríggjar dagar at hugsa seg um. Úrslitið síggja vit, tí her gongur Lea, sum nú er fýra ára gomul. Foreldur hennara siga seg yvirhøvur møta einum positivum hugburði úti í samfelagnum um Down Syndromið. - Øll smílast, eg haldi ikki, at nakar hyggur skeivt at Leu og okkum, staðfestir Charles. Tað, sum ofta eyðkennir børn við Down Syndromi, er, at tey eru altíð glað og elskulig at síggja til, men tey eru ikki altíð glað. Nú er Lea so lítil, men hon er súr, og hon er kedd, hon er ill. Hon er alt annað eisini, bæði fornermað og alt, men annars halda Ása og Charles, at Lea er øgiliga stuttlig. Hon fær øll at flenna. Lea er sum onnur fólk við Down Syndromi. Kenslurnar sita meiri uttan á enn hjá øllum hinum. Er Lea ill, er einki at ivast í, at hon er ill, tí at kropsmálið sigur alt. Frálíkur barnagarður Lea gongur í barnagarð í Øksnagerði. Foreldur hennara siga, at starvsfólkini har eru fantastisk í einum fantastiskum stovni. - Tey hava alt rós uppiborið, vit hava verið heldig, at hon er júst har, sigur Charles. Fatanin hjá Leu er rættiliga konsekvent. Til dømis tykist hon ikki at megna so væl, at brýtur hon okkurt hjá hinum børnunum, so verða tey kedd, so tað er ein avbjóðing. - Men stovnurin hevur alla tíðina verið so fantastiskur at inkludera. Tey hava inkluderað Leu, og tey hava inkluderað hini børnini. Hon er bara ein partur av barnagarðinum, og tey vita eisini, at hon kann gera okkurt býtt, og so biðja tey onkran vaksnan koma og hjálpa, tí at nú ger Lea okkurt, sum hon ikki skal gera. Ása er fegin um, at starvsfólkini á barnagarðinum eru rættiliga tilvitað um at vera inkluderandi. Gerandisdagurin hjá Leu er sjálvandi eitt sindur øðrvísi enn hjá hinum, tí hon fer burtur frá fyri at venja. Tá ið tey siga venja, er tað eitt sindur av munnmotorikki, og tey brúka Karlstad-modellið. Tað er, at hon fer burtur frá eina ferð um dagin fyri at stimbra sítt mál. Tað er hennara frírúm og hennara løta, og tá ið lagið er til tað, verða onnur børn á stovninum tikin inn at gera nakað í felag. Nívandi sorg Ása og Charles kunnu verða spurd, um teirra hugburður er broyttur aftan á, at tey hava fingið eitt barn, ið ber brek. - Eg hevði einki at fyrihalda meg til áðrenn, er Charles skjótur at svara. Hann kendi ongan, hevði ongantíð verið saman við nøkrum uttan stórabeiggja ein vinmann, sum hevði menningartarn. Tað einasta, hann visti um, var Skúlin á Trøðni, men hann kendi ongan har. Hevði ongantíð verið inni har. Tað er sjálvandi ein sorg at fáa eitt barn, ið ber brek. Ein sorg yvir tað, sum tað ikki bleiv. Tað er ikki ein sorg yvir Leu, men ein sorg yvir tað, ið ikki varð, sum tey høvdu væntað. - Ta sorgina fóru vit so ígjøgnum, meðan eg gekk við henni. Hjá Ásu fylti tað øgiliga nógv, at Lea hevði Down Syndrom. Hetta var eitt sjónligt brek, men hjá Charles var tað hjartafeilur. So ymisk vóru vit. Hjartafeilurin hjá Leu er vanligur hjá børnum, ið hava Down Syndrom. Men Lea hevur eitt gott lív Upp á spurningin, hvussu føroyska samfelagið er útgjørt - er fyri - til at hýsa børnum við eitt nú Down Syndromi, svara Ása og Charles, at tey sakna, at vit í Føroyum ikki hugsa meira um børn og vaksin við avbjóðingum. Bæði skúlaøkið og arbeiðsmarknaðurin mugu flyta seg og skapa teir røttu karmarnar, so at Lea og onnur við henni fáa rættan stuðul í skúlanum og seinni á arbeiðsmarknaðinum. Sjálvandi skal Lea hava líka góðan møguleika at koma á arbeiðsmarknaðin sum systkin hennara. Sum samfelag eiga vit at flyta okkum frá at heiðra eini fyritøku fyri at vera rúmlig til, at tað verður ein sjálvfylgja, at arbeiðspláss taka fólk við avjóðingum ella skerdum førleika í starv bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðin. Ikki fyrr enn tá kunnu vit tosa um at vera eitt rúmligt samfelag. Men tey eru tó á einum máli um, at vit flyta okkum á røttu kós, og samanumtikið hevur Lea eitt gott lív - eitt sera gott lív. Lea er ótrúliga heppin, ríkað og signað við tað, at hon eigur trý eldri systkin, og eisini tey við at eiga hana. Hon er tað frískliga lotið í familjuni. Tað er so ófatiliga umráðandi, at Lea fær speglað sær í sínum systkjum og øðrum børnum, har hon til dømis er í barnagarðinum, ella tá ið hon er á Zarepta. Tá trívist hon bara so væl, tí at hini børnini eru um hana og eru við henni upp á allar góðar, mennandi mátar. Jú, Lea hevur eitt fantastiskt lív, siga foreldrini. Og er so neyðugt at spyrja um meir? Nei! Men, vit mugu síggja fólk við avbjóðingum sum eitt týðandi og gevandi tilfeingi í okkara samfelag. Skipanin hjá okkum rundan um børn við avbjóðingum er ov stirvin og tung. Hetta er ikki ein spurningur um sjálvt brekið ella avbjóðingina, men um skipanina sjálva. Sjálvsfatan og sjálvsvirðing Tá ið eg fari at vitja vinmannin í fongslinum, spyrji eg ikki, um eg kann sleppa at vitja brotsmannin, men um eg kann sleppa at práta við mín góða vin. Eg veit, at hann hevur framt eina brotsgerð, men eg veit eisini, at hann so mangan hevur hjálpt mær. Eg kenni hann ikki bara sum brotsmann, men sum vin. Hann er meir enn bara brotsmaður. Tá ið eg fari at vitja á heimi fyri fólk við breki, spyrji eg ikki eftir tí brekaða, men eftir skilmanninum ella vinmanninum. Hann er meir enn brekið, hann er skilmaður og vinur mín. Tá ið eg til próvtøku havi givið næmingi 0 og síggi hann aftur á gøtuni, sigi eg ikki: "Hygg, har kemur nullið!" Nei, hann er altíð meir enn eitt tal. Hann fekk nú eisini 10 í øðrum faki. Men hann er fyri mær hvørki 10 ella null. Hann er meir enn nullið. Hann er menniskja við ørgrynnu av førleikum og møguleikum. Men hvørja sjálvsfatan og sjálvs - virðing hava brotsmaðurin, tann menningartarnaði og nullið? Og hvørja persónsfatan hava vit hvørt av øðrum? Vit hava øll framt onkra brots - gerð ella lógarbrot. Vit bera øll ymisk brek. Vit hava øll fingið bæði ringar og góðar karakterir. Men ein persónur er altíð meir enn, hann ger, tvs. at hann er altíð meir verdur enn gerðirnar. Mong, sum bera brek, eru okkara fyrimyndir. Nú kunnu vit spyrja, hvussu MEGD kann stimbra sjálvsfatan og sjálvsvirðing. Hvussu ávirkar sjálvsfatan okkara sjálvsvirðing? Í einum samfelag har virðir og gagn bert verða gjørd upp í pengum í mun til førleikar, er stórur vandi fyri, at mong menniskju verða undirmett, niðurgjørd, sett í bás ella gloymd. Av somu orsøk undirmeta mong seg sjálv og líða av undirlutakenslum. Orsøkin er ofta, at sjálvsfatan og persónsførleikar koma í bland í okkara hugburði og atburði. Vit eru farin at virðismeta okkum sjálv og hvørt annað bert í mun til førleikar og ikki í mun til, hvat egin - virði vit sum persónar hava. Ein súkkla hevur ikki eginvirði; um hon brotnar, kann ein nýggj keypast av sama slagi. Tað ber ikki til, tá tað snýr seg um menniskju. Móðir Teresa og doyggjandi nýføðingurin Móðir Teresa (1910 - 1997) viðurkendi eginvirði av nýføðingi, sum varð funnin á gøtuni, og sum var so illa fyri, at hann bert hevði nakrar fáar tímar eftir at liva. Hon røktaði hann av fullum huga, til hann doyði. Kendi rithøvundurin og BBC journalisturin Malcolm Muggeridge spurdi hana, hví hon gjørdi tað, og um tað hevði nakran týdning fyri indiska búskapin. Var tað ikki nyttuleyst? Hon svaraði við nýføðinginum í hondunum: This is the image of God! Hvat var nú munurin á hugburðinum hjá Móður Teresu og hugburðinum aftan fyri spurningin hjá Muggeridge? Hon var leys av relativum, økonomiskum, materialistiskum hugburði; hennara hugburður var rótfestur í filosofiskari trúgv uppá, at persónurin hevði absolutt eginvirði. Hennara hugburður stavaði frá filosofiini í skapanarsøguni, har øll menniskju bera Guds mynd í sær og tí mugu virðast uttan mun til førleikar, rasu, stætt ella húðarlit. Í skapanarsøguni verður persónurin lyftur upp um djóra- og evnisheimin og lýstur sum Guds mynd. Hvat vil tað nú siga? Filosofiskt og etiskt í fyrsta lagi, at menniskjað fatar og virðismetir seg sjálvt sum persón í samskifti við Skaparan og síni medmenniskju, og kognitivt sum frælst og leyst av niðurgerandi hugburði; í øðrum lagi at øll onnur menniskju eisini eru á sama støði og mugu viðurkennast sum fullverdug medmenniskju. Vit síggja her, at sterk sjálvsfatan og tilvitað sjálvsvirðing eru avgerandi fyri at varðveita persónstign og persónsvirði hjá tí einstaka. Vit síggja eisini, at hugburðurin hjá Móður Teresu er stýrdur av fatanini og viðurkenningini av persónliga eginvirðinum hjá nýføðinginum. Hugburðurin er fenomenologiskur, tvs. at hugburðurin stavar frá frumupplivingunum, barnið hevur av sínum upprunaliga samskifti við mammu, pápa, systkin, ommu, abba og onnur, og sum hesi somuleiðis hava við barnið. Vit eru fødd inn í samskifti. Persónsvirði og persónsvirðing eru tí ikki bara sosialar konstruktiónir; ein mamma er og verður verandi mamma, sonur er og verður verandi sonur, dóttir er og verður verandi dóttir osfr. í øllum viðurskiftum alt lívið uttan mun til, hvørji brek vit bera. Ongin má misskilja hetta; sjálvandi kunnu menniskju oyðileggja og avskepla sjálvsfatan og persónsvirðing, men ongin kann melda seg burtur úr tí biologiska og fenomenologiska persónssamskiftinum, hann er føddur ella livir í. Martin Luther King - sjálvsfatan og sjálvsvirðing Martin Luther King (1929 - 1968) legði dent á, at endi ikki fekst á mismuni, vanvirðing, kúgan og rasismu, um svørt og hvít ikki broyttu sjálvsfatan og sjálvsvirðing og lærdu at síggja og virða hvørt annað við persónstign og virðing. Eg havi lýsing hangandi á vegginum frá 15. juli 1820, har lýst verður, at fimm trælir eru til sølu í eini plantasju í Suðurstatunum í USA. Hugburðurin var, at menniskju vórðu mett sum vørur, ið kundu seljast. Virðið varð mett í mun til førleikar, og tí verður upplýst, at Tobias, 28 ár, er góður tænari, Hannibal, 20 ár, góður arbeiðsmaður, Joshua, 40 ár, framúr góður fiskimaður, Abraham, 25 ár, sterkur og frískur, og so Eliza, ung kvinna, von við húsligt arbeiði og sjúkrarøkt. Vit síggja, at persónsvirðingin ikki er stýrd av somu fatan sum hjá Móður Theresu. Hugburðurin er rasistiskur og niðurgerandi, og tí verður atburðurin eisini rasistiskur. Trælahald og sjálvsvirðing Tað tók langa tíð at broyta hugburð og atburð í sambandi við trælahald. William Wilberforce (1759 - 1833) parlamentslimur í London, fekk íblástur frá John Newton (1725 - 1807), sum hevði verið skipari og ført manga last við trælum úr Afrika. Tá hann tók við kristnari trúgv, broyttust bæði hugburður og atburður. Hann gavst at flyta trælir. Hann er kendur fyri at hava yrkt heimskenda sálmin "Amazing grace" og at eggja Wilberforce at leggja uppskot fyri parlamentið um at avtaka trælahandilin. Tað eydnaðist, men ikki fyrr enn í 1807. Í 1833 eydnaðist eisini at avtaka sjálvt trælahaldið. Royking, hugburður og atburður Fyri nøkrum árum síðan var góðtikið at roykja í almenna rúminum bæði innan- og uttandura. So broyttu nøkur hugburð, tá tey fingu at vita, hvussu skaðilig royking er. Og tey broyttu so eisini atburð. Men onnur broyttu ikki hugburð, fyrr enn lóg varð samtykt móti royking í almenna rúminum. Sosialiseringin við roykingini minkaði, færri royktu, tað gjørdist ópopulert at roykja, og tí góvust uppaftur fleiri. Lóggáva broytti atburð, og atburður fekk fólk at broyta hugburð. Soleiðis ávirkar hugburður atburðin, men atburður ávirkar eisini hugburðin. MEGD kann arbeiða miðvíst bæði við at broyta hugburð og atburð í samfelagnum. Men mest grundleggjandi er at fata, at sjálvfatan og sjálvsvirðing eru knýtt at fatanini av persónstign, persónsvirði og eginvirði. Kognitivt at fata, at ein persónur hevur eginvirði og persónstign, styrkir menniskjað. At fata, at menniskjað hevur absolutta persónstign og eginvirði, styrkir persónin og broytir bæði hansara sjálvsfatan, sjálvsvirðing, hugburð og atburð. Sangur í Auschwitz Hví gjørdu nakrir jødar tað ómøguliga at syngja ein sálm á veg inn í gasskamarið. Alt var tikið frá teimum, familja, heim, arbeiði, matur, klæði, hár og navn. Teir vóru onki verdir í nazistiskum eygum. Hitler royndi at taka alla tign, allan samleika, alt eginvirði frá teimum; teir vóru bert eitt tatoverað tal á arminum, sum neytini á sláturvirkinum. Teir høvdu onki eginvirði eftir nazistiskum hugburði og enn minni eftir nazistiskum atburði. Teirra sálmasongur var í grundini ein sigurssongur, eitt mótmæli móti nazistiskum hugburði og atburði. Hitler kundi taka alt frá teimum uttan teirra sjálvsfatan og sjálvsvirðing, tí teir vistu, at teir høvdu persónstign og absolutt eginvirði. Tað vístu teir við sálmasanginum. Teirra sjálvsfatan og sjálvsvirðing var knýtt at tí virði, teir høvdu í Guds eygum, og tí virði, teir sóu í sínum næsta. Við næstakærleika ber til at staðfesta persónstign og eginvirði hvørt hjá øðrum. Næstakærleiki, sjálvsfatan og sjálvsvirðing Næstakærleikin hevur dupultan týdning fyri hin einstaka. Fyri at elska sín næsta má hin einstaki fyrst læra at elska seg sjálvan, tvs. góðtaka og virða seg sjálvan. Hann skal jú elska næstan sum seg sjálvan. Tá ið hann soleiðis hevur positiva sjálvsfatan, kann hann veruliga fara undir at elska sín næsta, tí nú er hann tilvitaður um, hvat næstin hevur brúk fyri. Í fyrsta umfari sær tað út sum egoisma. Men spurningurin er, hvat egoisman kann brúkast til? Tað finnast tvey sløg av egoismu, sjálvsøkin egoisma og uppofrandi egoisma. Hon kann brúkast egoistiskt ella uppofrandi. Hon kann flytast yvir á næstan, tá er hon relationell í virðiligum samskifti við næstan. Tá er sjálv egoisman positiv, tí hon er broytt til sterkan næstakærleika. Okkara besti møguleiki í lívinum er at menna og styrkja sjálvsfatan og sjálvsvirðing við kærleika. Men til tað krevst bæði sterk sjálvsfatan og sjálvsvirðing, sum byggja á absolutt persónsvirði og tilvitað eginvirði. MEGD og politikkur MEGD hevur m.a. sum endamál at menna og stimbra sjálvsfatan og sjálvsvirðing. Men spurningurin er, hvussu tað best kann gerast. Svarið kann vera at undirvísa um týdningin av positivari sjálvsfatan og sjálvsvirðing. Ein annar møguleiki er at royna at broyta hugburðin mótvegis fólki við breki. Men tá verður eisini neyðugt at ávirka myndugleikar og politikarar at smíða lógir og kunngerðir, sum noyða okkum at broyta óhóskandi atburð, tí samfelagsliga broytir atburður eisini hugburð. Visjónir um tann inkluderandi skúlan Vit gera øgiliga, øgiliga lítið við at tosa um, hvussu vit menna tann inkluderandi skúlan og at útbúgva fakfólk og starvsfólk til tað. Samanumtikið: Hvussu rúmligur skal okkara fólkaskúli vera? Frida Poulsen, ph.d.-lesandi, ið granskar evnið inklusjón í føroyska fólkaskúlanum, heldur, at tað ljóðar øgiliga klisjekent, men eitt, sum hon heldur vera átrokandi, er hetta at seta á tann almenna breddan, at vit royna at arbeiða við okkara hugburði: Hvat skal skúlin vera? Hví hava vit ein skúla? Hví hava vit undirvísingarskyldu fyri okkara børn? Hvat er skúlin? Er hann eitt læringsstað, eitt uppalingarstað, eitt mentanarstað, eitt sosialt stað ... hvussu skuldu vit ment okkum? Kopiera áhaldandi danska skúlan Líkt er til, at vit áhaldandi kopiera tann danska skúlan. Hetta eru hvørt sítt samfelag, og tað er nettupp hetta, sum er so øgiliga týdningarmikið, at vit taka okkara skúla í álvara og taka ábyrgd av, at vit hava yvirtikið fólkaskúlan. Sjálvandi skulu vit lata okkum kveikja av øðrum londum við nýggjum og øðrvísi hugsjónum. Men tað er sera umráðandi at duga at lofta visjónum og fáa tær lagaðar eftir okkara samfelag og skúlum. Og ikki minst at vit taka ábyrgd av, at vit eitt nú hava skrivað undir breksáttmálan og aðrar altjóða sáttmálar. Søguliga mett hava vit havt ein skúla fyri øll í Føroyum, og tað er rætt, at vit ikki hava havt nógv sertilboð. Søguliga mett er søgan um skúlan fyri børn og ung við serligum tørvi eitt sindur øðrvísi enn í okkara grannalondum. Vit fingu í roynd og veru einki sertilboð fyrr enn í 1962, tá ið vit fingu deyvaskúlan sum tann fyrsta. Áðrenn hetta fóru børn við serligum tørvi av landinum, og tað vóru børn við likamligum og kognitivum brekum, altso børn við menningartarni og fysiskum brekum, so okkara skúlasøga í Føroyum á tí sernámsliga økinum er rættiliga ung. Vit hava havt ein skúla fyri øll, kunnu vit siga, og vit hava ikki havt stórvegis sertilboð. Men tann inkluderandi skúlin leggur upp til meira og annað enn ein skúla fyri øll, og tað er kanska har broytingin ella paradigmuskiftið hendir, og tað er har, vit standa í Føroyum enn. Tann inkluderandi skúlin Hava vit tann inkluderandi skúlan? Eru vit á veg til ein inkluderandi skúla? Ella er tann inkluderandi skúlin, sum er staðfestur í Salamancayvirlýsingini frá 1994, komin ov stutt áleiðis? Frida Poulsen veit at siga, at hugtakið um ein inkluderandi skúla varð til í spanska býnum Salamanca. Og grundin til, at vit tá tosaðu um ein inkluderandi skúla, var nettupp, at vit hugsaðu, at børn við serligum tørvi skuldu verða inkluderað í tann vanliga skúlan. Í Salamanca-yvirlýsingini stendur millum annað, at serundirvísing kann ikki mennast isolerað. Hon má vera partur av eini og hvørjari yvirskipaðari útbúgvingarætlan (...) sum krevur eina størri umskipan av okkara vanligu skúlaskipan. So tað var sæð í ljósinum av sernámsfrøðini, at hugtakið um tann inkluderandi skúlan spratt. Nógv er skrivað og granskað í evninum um, hvussu ein inkluderandi skúli kann mennast og skipast. Í okkara grannalondum hava tey arbeitt nógv við at menna tann inkluderandi skúlan, til dømis í Danmark og Íslandi. Tey hava fingið tað inn í sína fólkaskúlalóg, at skúlin skal arbeiða fyri einum inkluderandi skúla, meðan vit í Føroyum, í hvussu er tá ið tað ræður um lóggávu og tílíkt, ikki hava givið hugtakinum stórvegis gætur. Kanska vita vit ov lítið Í Føroyum hoyra vit so lítið um, hvørt vit skulu hava tann inkluderandi skúlan ella ikki. Og tað er undrunarvert, heldur Frida Poulsen. Atvoldin til tað er óivað eitt samanspæl millum nógvar ymiskar faktorar. Ein grundin er kanska, at tann politiska skipanin og umsitingin av skúlunum eru so serstøk og fáment, at orka og stundir ikki rættiliga eru at lofta og umseta altjóða visjónir og viðtøkur til gerandisdagin í skúlunum. Men sjálvandi, tað er ikki tann politiska skipanin sum einsamøll ger av, hvørja kós fólkaskúlin skal seta sær. Tað er helst eisini ein spurningur um, hvussu vit í Føroyum arbeiða við at menna okkara skúlaverk, hvussu samanspælið er millum skúlar, og hvat skúlar halda vera neyðugt og vilja arbeiða við. Aftur her kunnu vit siga, at vit í Føroyum eru í eini serstøðu, tí at vit eru so fáment, og vit hava eina serstaka bæði politiska og skúlafakliga mentan. So tað sigur seg sjálvt, at tað er avbjóðandi at umseta altjóða rák og visjónir, sum føðast úti í stóru verð í londum við aðrari mentan og aðrari skúlasøgu. Breksáttmálin Hvussu lofta vit so tí í Føroyum? Frida Poulsen vísir á, at vit hava millum annað samtykt breksáttmálan, sum greitt sigur, at vit skulu hava ein inkluderandi skúla. Men hvat merkir tað? Hvussu gera vit tað? Hvussu transformera vit ta visjónina í skúlaverkið? Her hevur tann politiski myndugleikin avgjørt sína ábyrgd, men tað er eitt stórt apparat, sum skal í gongd fyri at seta slíkar visjónir í verk. Men hvussu skal tað so síggja út í okkara lítla samfelag, tí vit hava søguliga sæð havt traditión fyri at hava ein skúla fyri øll. Í Danmark harafturímóti varð arbeitt fyri einum inkluderandi skúla, millum annað tí, at tey vildu minka munandi um tey mongu sertilboðini, sum tey høvdu skipað. Altso, tað var eitt so stórt prosenttal av donskum næmingum, sum gingu í serflokkum í serskúlum, og ta kósina vildu tey hava vent. Vit hava jú ikki verið í somu støðu, tí at vit havt so fá sertilboð. Bara fyri nøkrum heilt fáum árum síðani hava vit havt nærum allar okkara næmingar í vanliga fólkaskúlanum, har talið á teimum, ið hava gingið í serskiltum skúlatilboðum, hevur verið undir eitt prosent. Tey seinastu fáu árini er talið munandi økt. Danskarar hava havt so nógv sertilboð í so nógv ár. Tað kann tykjast, sum vit í Føroyum ikki hava givið okkum far um tørvin á sertilboðum í sama mun. Frida Poulsen sigur, at vit hava einki lívligt kjak í Føroyum um tann inkluderandi skúlan. Vit hoyra lítið um tað í tí almenna rúminum, og tað kann hava samband við, at vit kanska halda, at vit hava ein inkluderandi skúla, tí vit hava so nógvar næmingar í okkara skúla. Tó hetta nýtist ikki neyðturviliga at merkja, at vit hava ein inkluderandi skúla, tí hann krevur, at vit kunnu geva øllum børnum eitt nøktandi og mennandi tilboð, har tey hava møguleika bæði at vera virkin og góðtikin og fáa høvi til at mennast og læra. - Og tað krevur eina serliga vitan, um vit skulu bjóða øllum mennandi tilboð, og tað er har vit síggja eitt rák nú, sigur Frida. Hugburðurin broytist Bara fyri nøkrum árum síðan, áðrenn vit fóru at byggja út við serflokkum, høvdu vit næstan allar næmingar í okkara vanliga fólkaskúla í vanligum flokkum, meðan vit nú hava upp í fleiri og fleiri serflokkar, og tað bendir á - í hvussu er eftir tí, sum vit hoyra - at børn ikki fáa nøktandi skúlatilboð. Hugburðurin broytist, men Frida heldur, at vit skulu vera rættiliga varin beint nú, tí sjálvandi skulu vit arbeiða fyri at menna skúlatilboð soleiðis, at børn við serligum tørvi fáa høvi at mennast og trívast og læra og eisini at kunna vera virkin. Men, hvussu gera vit tað? - Eg haldi, at tað er rættiliga umráðandi, at vit hugsa okkum væl og virðiliga um, og her kemur spurningurin um, hvørja kós vit ætla at seta fyri okkara skúlaverk. Er tað tann inkluderandi kósin, ella eru vit í ferð við at fara í ta veitina, sum millum annað okkara grannalond hava verið í fyri einum 20 árum síðan, tá ið tey fóru undir at byggja hesi sertilboðini upp, og tí haldi eg, at vit skulu vera rættiliga varin. Vit síggja, at fleiri og fleiri koma av hesum sertilboðunum ymsastaðni, og kanska er tað gott, men vit skulu ansa eftir, hvussu vit gera tað, tí vit kunnu enda í teirri støðu, at vit hava sertilboð alla møguliga staðni, og at vit koyra fleiri og fleiri børn í hesi sertilboðini. Og tá er spurningurin: Eru tað hesi sertilboðini, sum børnini hava brúk fyri, og at skúlin als ikki hevur rúmd fyri teimum? Ella er tað soleiðis, at undirvísingar- og læringshugtakið ella mátin, vit skipa felagsskapin upp á í skúlanum eru atvoldin til henda økta tørv á sertilboðum? Hetta er ein balansa, og tað eru nógv, sum tosa um, at vit skulu arbeiða við eini moderatari inklusjón samstundis við, at vit skulu arbeiða fyri og menna tann inkluderandi skúlan og ikki bara ein skúla fyri øll, men veruliga geva dygdargóð tilboð fyri øll í einum felags skúla. Vit útfluttu vitan Frida Poulsen sigur í hesum sambandi, at okkara søga á sernámsliga økinum er eitt sindur øðrvísi ella eitt sindur serstøk, tí at vit áðrenn 1962 útfluttu børn, ið høvdu ein serligan tørv. Upp á tann mátan útfluttu vit eisini vitan, sum ikki varð dyrkað í Føroyum, tí onnur fakfólk tóku sær av tí aðrastaðni. Tí hava vit eitt glopp har. Men sjálvandi, vit hava havt og hava serlærarar í Føroyum, og javnan hava vit havt serlæraraútbúgving í boði. Seinastu serlærararnir vóru útbúnir í 2011. Síðan tá hava vit onga serlæraraútbúgving havt. - So jú, vit hava við jøvnum millumbili útbúgvið fólk at arbeiða innan tað sernámsfrøðiliga økið, og vit hava arbeitt við at uppbyggja vitan og førleikar úti í skúlunum. Men er samsvar millum tað, vit siga og gera, tá ið tað ræður um inklusjón í fólkaskúlanum? Einki er at ivast í, at skúlarnir royna alt tað, teir eru mentir, men tað sigur seg sjálvt, at hava vit ein skúla við til dømis 100 næmingum, og tú hevur lærarar, ið eru útbúnir til vanliga undirvísing, so ber illa til at hava servitan í øllum skúlum. Vit hava fingið førleikastovur, men tær eru so smábýttar, tí at tey siga, at tímarnir eru ov fáir til veruliga at fara inn í undirvísingina. Á Sernámi siga tey, at tey eru eisini sperd, í hvussu er til at koma út í allar krókar í landinum. Um tann viðurkenningin er knýtt at, hvussu nógv vit hava av ekspertisu ella servitan, so vita vit, at tey fáa ikki ta hjálp, teimum tørvar. Tey royna, men um tað er nóg mikið, loyvir Frida sær at ivast í. Tann inkluderandi skúlin við Salamanca-yvirlýsingini var knýttur at tí serliga tørvinum á serundirvísingini, meðan vit nú hava førkað okkum víðari og siga, at tann inkluderandi skúlin snýr seg ikki bara um at inkludera børn við serligum tørvi, men um at skapa ein skúla, sum er so rúmligur, so góður, so tollyntur, at hann varðar um øll børn, eisini um børn við øðrum etniskum uppruna, sum vit hava nógv av í Føroyum. At hann varðar um tað fjølbroytni, sum altíð valdar millum børn og ung. Hugsa vit so um ta fakligu menningina av starvsfólki í sambandi við tann inkluderandi skúlan, snýr tað seg ikki bara um tað sernámsfrøðiliga, og tað er her, vit síggja, at orðaskiftið er so lítið í Føroyum. Vit hava so lítið av orðum at fylla á tann inkluderandi skúlan, heldur Frida, og tað ger seg galdandi bæði í og rundan um alt skúlaverkið. - Vit hava slett ikki havt nakað orðaskifti um tað, men tað átti í hvussu er at havt týdning, at vit hava skrivað undir sáttmálan um rættindi hjá teimum, ið bera brek. Tað sigur púra greitt, at vit skulu menna tann inkluderandi skúlan, men vit hoyra lítið um tað í samfelagnum, heldur Frida Poulsen. Tað nyttar lítið at siga, at skúlin skal vera fyri øll. Tað nyttar so lítið, um skúlin ikki eisini kann veita eitt nøktandi, mennandi skúlatilboð. - Og tað er har, vit skulu arbeiða, hugsi eg. Vitan ger virknan Abbi mín Sigmundur, sáli, var sjómaður. Alt tað, eg minnist, var annað eygað afturlatið. Á gamalsaldrinum misti hann beinið vegna vanlukku við lendingina í Skúgvoy. Nú (1971) gleddi hann seg til at síggja skjótt 3-ára gomlu langabbadóttrina. Hon vitjaði ommu sína í Klaksvík. Hann fer so glaður yvir til smágentuna, sum fyrst hugdi upp á hann. Síðani læt úr henni: Tú ert ein løgin abbi, tú hevur eitt bein, eitt eyga og eina tonn. Henda søgan er 50 ára gomul og verður søgd, tí hon lýsir væl, hvussu tíðliga vit duga at síggja tað, tá ið nakar sær øðrvísi út. Stutt eftir hesa hending var ætlanin um at stovna eitt felag fyri avvarðandi hjá fólkum við menningartarni, ið leingi hevði verið ávegis, fullførd. Giti, at tað kundi verið komið í lag væl áðrenn. Í 1966 hevði Statens Åndsvageforsorg sett ein føroyskan sosialráðgeva, Burnamann Niclasen, í starv í Føroyum. Nýbyrjaður á arbeiðsferð ávegis til Rødbygård, doyr hann av ferðsluvanlukku. Annars vóru eisini fleiri gentur og einstakir dreingir úr Føroyum á Rødbygård í útbúgvingarørindum fyri at verða til reiðar at flyta heim við føroyingunum har. Hetta var staðið, har um 100 føroyingar við mennningartarni búðu, umframt 20 onnur, ið búðu aðrastaðir í Danmark. Á Rødbygård búðu til samans eini 1000 fólk. Tey vóru tá farin at flyta fólk út á minni stovnar. Tað var ein orsøk aftrat til, at nakað skuldi henda i Føroyum. Hetta er alt søga, men kanska kunnu vit siga, at sorgarsøgan endaði væl, tá ið vit hugsa um føðingardagin hjá Javna herfyri. Gleði, stoltleiki og felagsskapur lýsti av teimum, og fólk komu úr øllum ættum at samgleðast við teimum. Fleiri 50-árahald aftrat verða í næstum. Ætlaði at orða nakað um, hvussu hugburðurin var fyri meira enn hálvari øld síðan til fólk, ið bóru brek í landi okkara. Í Klaksvík høvdu vit í grannalagnum ein javnaldra, ið var kallaður Býtti-Símun. Hann hevði Down Syndrom. Tað var ein rár hending, at hann var úti millum børnini. Var bara inni hjá mammu síni. Minnist hann bleikan og blíðan, og tá ið hann onkuntíð kom út, tosaði hann bara um mammu sína. Og so var eisini ein maður, ið varð nevndur Krókur. Hann hevði mist undirarmin og fingið ein hjálparlim, sum endaði í einum króki. Hóast hetta var hann av allar raskastu útróðrarmonnum. Og tað var hann hámettur fyri, men mong kallaðu hann bara Krók. Ivaleyst eru fleiri dømi, men givið er, at eingin eigur at fáa niðrandi eyknevni, og eingin skal eyðmerkjast við sínum breki. Tá ið tað er sagt, so var eisini ein UG-Malena í Klaksvík. Hvussu var tað, tá ið fólk vórðu send av landinum, sammett við støðuna í dag? Nógv hevur verið sagt í sambandi við stovningardagin hjá Javna. Men tað vóru nógv børn aftrat, ið vóru send av landinum í styttri ella longri tíð, alt eftir viðgerðar- og endurbúgvingarmøguleikum. Støða teirra var frægari soleiðis, at tey og teirra næstu á leið vistu, hóast ofta drúgt, nær tey sluppu heimaftur. Tað er mín sannføring, at mongu feløgini, sum mynda MEGD og komu aftaná Javna hvør í sínum lag, hava dugað at gera vart við tørv og tvørrandi møguleikar hjá tí einstaka. Tey, ið hava skipað fyri, vóru stuðlað við áliti, vón og eldhuga. Felagsskapurin og lættari atgongd til vitan hevur givið risaúrslit. Hetta hevur eisini givið øðrum dirvi til at fara undir eitt nú Beran, har limirnir hava ein lagnufelagsskap vegna sorg og miss. Og hóast ofta hevur verið funnist at politikarum, so eru teir eisini ávirkaðir av feløgunum og tí, sum hendir í stóru verð, eitt nú við áheitanum og samtyktum í ST. Tey vilja øll umboða eitt framkomið samfelag og hava lært týdningin av, at eitt framkomið samfelag skal kennast á, hvussu farið verður við og um tey, ið bera brek. Tað góða lívið skal fevna um øll. Tey, ið bera brek, skulu eisini hava eitt virkið lív og sítt stað at fara upp til hvønn morgun og haraftrat fáa hjálp og stuðul til at røkka egnum málum og dreymum. Nógvar hugburðsbroytingar eru farnar fram seinnu árini, har fokus verður sett á førleikar, og ikki tað, eg ikki megni. Hetta minnir meg á, tá ið yngra dóttirin, ið var so røsk sum svimjari, gjørdist hjálpari hjá svimjarum, ið bóru brek. Hetta var mitt í 80'unum, har hon fór á norðurlendska svimjikapping við hesum bólki. Afturkomin tosaði hon nógv um ein norðmann, ið var javnaldri. Tey skrivaðu saman, og hon var týðiliga hugtikin. Eg hugsaði bara, at hann eisini var hjálpari. Ein dagin kemur hon so kát at vísa mær mynd av norðmanninum. Eg hyggi og svari: Eg skilji, at hann ber brek. Ja, mamma, hann situr í koyristóli, men annar armurin er so spillfrískur, og so hevur hann eina veldiga útstráling. Fyri 50 árum síðan vóru tað viðfødd brek og viðfødd sjúka, ið stimbraðu hugin til at stovna felag fyri felagsskap og fyri betur at samskifta við myndugleikarnar. Kann bara gita, hví Sinnisbati ikki kom fyrr enn í 1982. Sum verðin er broytt um okkara leiðir, so er sálarligur veikleiki aftrat, ið kanska er avleiðing av umhvørvinum. Tað er ótti, angist, einsemi og órógv hjá børnum og ungum, ið tørvar samband við sálarfrøðing. Eisini á hesum øki hava politikarar ásannað, at stuðul skal veitast. Gjørdist annars illa við, tá ið eg spurdi ein ommuson um happing. Hann helt fyri, at dreingir arga, og gentur happa. Hann nái okkum! Umframt at hjálpa, har sum ástendur, er alsamt alneyðugt við fyribyrgjandi tiltøkum. Hugsað verður millum annað um foreldraførleikar og samskifti millum foreldur og børn. Aftrat eldsálum, so er internetið ein framúr miðlari av nýggjari vitan og íblástri. Gjøgnum sjúklingafeløgini eru fjølbroytt KT-skeið, ið geva íblástur, hug og vitan til virksemi. Haraftrat hoyrir tað til almenna vitan og dannilsi, at neiligur hugburður til fólk, ið bera brek ella eitthvørt ófullføri, er ógvuliga vánaligur stílur, hóast orsøkin aloftast stavar frá ókunnleika. Eingin kennir mein í annans bein. Men eins og vit kunnu venja kroppin, so kunnu vit venja hygni, virðing og umsorgan fyri øðrum. Men tað er alsamt ikki nóg framkomið, at felagsskapir og heilsustarvsfólk støðugt stríðast fyri, at sálarsjúk verða javnsett við aðrar sjúklingar. Her er dømi um, at vit ikki eru komin á mál. Nógv er vorðið betri, men sumt er lítið á leið komið viðvíkjandi hugburði. Tað mátti ásannast, tá ið vit sóu 31 ára gamla mannin við Tourettes sjúku, sum er álvarslig hábrøgd og óætlaðar kropsrørslur og ljóð. Maðurin hevur sett sær fyri at ferðast tvørtur um alt Danmark - 2300 kilometrar - til gongu aftureftir, í vón um at seta sjúku sína í fokus og steðga tí happing, honum er fyri, og til tess at vinna á egnari angist. Hann væntar at koma á mál í november mánaði. Kor teirra við menningartarni í Føroyum Hava fólk við menningartarni tað nóg gott í Føroyum? Hetta er ein einfaldur spurningur, og tú væntar eitt greitt svar - ja ella nei - men so einfalt er tað ikki. Tankar mínir leita aftur í tíðina. Tí skalt tú skilja nútíðina, mást tú kenna fortíðina. Eg minnist fólk - børn, sum vóru ring at ansa eftir - vóru stríggin hjá mammuni at fáast við, og hon hevði fleiri onnur børn, kúgv í kjallaranum og gomul foreldur ella verforeldur. Maðurin var burtur - var til skips. Hesar konur vóru forstríddar og møddar. Soleiðis var tíðin, og soleiðis hevði tað altíð verið. Eingin gramdi seg, og hvat hevði tað hjálpt? Men tá ið Hvíldarheimið kom í 1935, kundi lækni senda konur, ið ringast vóru fyri, á Hvíldarheimið í 14 dagar. Hetta var stutt hjálp, tó ein ásannan av byrðuni, sum lá á mammum. Ellisheimið kom í 1936, men tað var bara í Havn. So kom tíðin, tá ið børn og ungfólk, sum bóru brek til likams ella sálar, vórðu flutt til Danmarkar. Foreldrini trúðu veruliga, at har fóru tey at fáa hjálp, góða ansing og kærleika, tí tóku nógv av hesum tilboði, sum tey hildu vera so gott. Men skilnaðurin var svárur. Minnist eina mammu, ið segði, at tað var sum at skræða hjartað úr sær at senda hetta barnið, sum tørvaði hana mest, frá sær, men hon orkaði ikki meir. Og hon væntaði, at barnið í Danmark fór at fáa betri sømdir og hjálp, enn hon kundi geva tí. Árni Olsen, sáli, segði, at hagtølini vístu, at í Føroyum vóru eingi sálarsjúk ella menningartarnað fólk, og tað vísir, segði hann, at her ruggar ikki rætt. Fyrst í 60'unum vóru fýra deyv børn í Føroyum, ið skuldu niður á deyvaskúlan á Kastelsvegi í Keypmannahavn, og ein drongur var farin niður árið fyri. Sostatt vóru fimm deyv, føroysk børn - ein heilur flokkur - í danska skúlanum í senn. Ditlev og Margit Olsen og Hjørmund Magnussen arbeiddu á skúlanum tá, og saman við skúlaleiðsluni ætlaðu tey at flyta henda flokkin til Føroya. Tað var kortini ikki politisk vælvild fyri tí, og ætlanin mundi dottið niðurfyri. Tað hevði hon gjørt, um ikki býráðið í Havn læt teimum deyvu VBV-húsið úti á Skansa, ið nú stóð tómt, tí studentaskúlin var fluttur niðan í Hoydalar. Hesin skúlin fyri deyv børn var deild av Kastelsvejsskolen og sostatt danskur. Við tíðini vaks hann til at fata um døve, tunghørte, talelidende, spastiske og blinde. Hesir bólkar av næmingum vóru tí ikki longur sendir til Danmarkar, eftir at skúlin á VBV læt upp. Ein lítil bólkur av børnum við duldum breki eru tey við lesitarni. Teimum bagdi einki, fyrr enn tey fóru í skúla. Tey lærdu ikki at lesa. Tey vóru rópt sibbar. Orðið sibbi er eitt ógvuliga niðrandi orð, sum tíbetur ikki er at hoyra longur. Hóast vitug vóru møguleikarnir smáir fyri at fáa útbúgving og eitt gott lív, og argingin í skúlatíðini hevur sært tey fyri lívið. Nú verða tey tíðliga loftað í skúlanum, og nú vita vit, at flest øll kunnu læra at lesa eftir ymiskum lærihættum. Í 70'unum varð avgjørt, at føroyingar á stovnum í Danmark skuldu flytast heim. Hetta hóvaði ikki øllum, men stríðið var at enda vunnið, og heim komu tey. Eg kenni nógv teirra. Á leguni fyri fólk við breki á Zarepta í 2019 var evnið Eitt virkið lív. Øll tey spurdu, ið stóðu á pallinum, søgdu, at tey høvdu eitt gott lív. Summi greinaðu tað út. Eg havi gott arbeiði, Eg havi vinir, Tað er gott at búgva í Føroyum, Vit sleppa at ferðast, Vit fáa góðan mat, Eg spæli í Ælaboganum. Øll vóru glað. Eg tosaði við tey flestu av teimum, ið fáa tosað. Tey søgdu øll, at tey høvdu tað gott. Og tí verður yvirskipaða svarið til spurningin: Tey við menningartarni hava ikki altíð havt tað gott í Føroyum. Heldur ikki teirra avvarðandi, sum mangan hava staðið rættiliga einsamøll í sínum stríði. Men nú siga tey sjálv, at tey hava tað gott. Og tá ið tey sjálv siga seg hava tað gott, hvør kann so seta spurnaðartekin við tað? Tað, sum tó ger spurningin torføran at svara, er orðið nóg. Hava tey tað nóg gott í Føroyum? Tað er ilt at meta um. Men vit kunnu altíð hyggja at kørmunum, sum tey fáa her á landi. Vit vita, at tað eru ov fáir bústaðir til vaksin við menningartarni. Mong teirra búgva enn heima hjá foreldrunum. Og hóast sertilboðini í skúlum og til útbúgvingar støðugt gerast fleiri kring landið, eru framvegis nøkur, sum detta burturímillum. Tá ið tey eru vaksin, hvat bíðar teimum so, tá ið skúlin er liðugur? Hvussu sleppa tey at brúka síni evni? Duga vit nóg væl at skapa teimum umstøður, har tey kunnu gera nyttu og taka sítt dagliga tak í samfelagnum? Somuleiðis hoyra vit, at á bústovnunum gera starvsfólkini alt, tey kunnu, at geva hesum fólkunum eitt gott lív og góðar karmar, men tey kenna ofta, at tað er tungt, tí tey eru ov fáment. Tað, sum ger spurningin torføran at svara, er orðið nóg. Tí er tað nóg gott, tá ið vit vita, at sumt átti og kundi verið betri? Tann spurningin haldi eg, at vit bara lata standa. Tá ið mørk verða flutt Tá ið eg fekk áheitan frá MEGD um at skriva nakrar reglur um viðurkenning, sæð úr einum søguligum og samfelagsligum sjónarhorni, visti eg, at nakrar reglur strekkja ikki til eitt so stórt evni. Tó hava vit nakrar varðar, ið lýsa gongdina í Føroyum, frá einum samfelag, ið var lítið viðurkennandi, til í dag, her vit hava sett rættindi, ábyrgd og viðurkenning í sáttmálar, og tað kann í ávísan mun lýsa, hvussu nógv vit sum samfelag hava flutt okkum seinastu 100 árini. Í bókini Søgan um hini 1895- 1981, hjá Doris Hansen, skrivar Doris í innganginum: Lítið og einki er skrivað samlað um tey veiku, tey sjúku og tey fátæku í samfelagnum. Um øll tey, ið vóru við skerdan lut, valdar næstan tøgn ... (Hansen, 1996). Hetta tíðarskeið, ið Doris lýsir, var tað føroyska samfelagið í stórari broyting, og á veg móti einum modernaðum tíðarskeiði. Hóast hesar broytingar høvdu við sær, at fólk vóru farin at hugsa øðrvísi, bæði andaliga og verkliga, var nógv av tí siðbundna framvegis ráðandi, serliga tá ið tað ráddi um hugburð, normar og virðir. Alt sosialt samspæl ber í sær sínámillum moralsk krøv, og sosial sambond eru viðurkenningarsambond, sigur Axel Honneth, sum er viðurkendur sosiologur og hevur granskað nógv í spurninginum um samfelagsliga viðurkenning (Honneth, 2012). Í sambandi við sína gransking í viðurkenning, lýsir Honnet eisini hugtakið ósjónligheit, at skilja sum tað, ið hendir, tá ið ein fysiskt er sæddur, men ikki sosialt. At ein er ósjónligur, ikki lagdur til merkis ella lopin um. Júst sum Doris lýsir støðuna fram til 1980, tá ið tøgnin valdaði kring tey, sum ikki passaðu inn. Hyggja vit at samfelagsgongdini við støði í viðurkenning hjá Honneth, eru vit sum samfelag væl á veg móti eini broyting í júst spurninginum um at gerast sjónlig. At fólk og bólkar, ið fyrr vórðu krógvað ella tagd burtur, eru meiri sjónlig og viðurkend í dag. Tað sama kann sigast um ta ábyrgd, ið verður knýtt at hesi viðurkenning. Sum hugtak fevnir viðurkenning víða, men við støði í ástøðinum hjá Honneth ber til at koma nærri eini tulking við at hyggja at hesum trimum økjunum: familjuni, tí rættarliga økinum og statinum, ella tí partinum, ið snýr seg um samhaldsfesti og samábyrgd (Honneth, 2012). Í familjuni byggir viðurkenningin á tað kensluliga. Kærleikin tryggjar alt tað sjálvsálitið, sum er alneyðugt fyri at vera við í samfelagnum. Á tí rættarliga økinum er talan um at verða møttir sum viðurkendir borgarar við somu rættindum og møguleikum, bæði sæð út frá politiskum luttøkurætti og sosialum vælferðarrættindum. Og seinast á tí samhaldsfasta økinum at verða møtt við viðurkenning fyri tað serstaka, sum hvør einstakur er og veitir samfelagnum við vitan og førleikum, og tað er við støði í hesum, at virðingin og viðurkenningin stendur. Vit hava sæð, eitt nú í Føroyum, at viðurkenning ikki er støðug, men merkt av søguligum og mentanarligum muni. Vit hava eisini sæð, at viðurkenning er nær knýtt at øktum rættindum og við hesum broyttum hugburði í samfelagnum. Sama rætt og frælsi at virka, velja og vera virdur Føroyar eins og okkara grannalond hava sæð fyrimunin við einum normpluraliseraðum samfelag við størri viðurkenning sum grundarlag. Hóast gongdin er stigvís, og ikki er komið á mál enn, hevur hetta havt við sær størri tolsemi og rúmd fyri tí autonoma og tí individuella. Á brekøkinum var tann fyrsta stóra hendingin fyri bøttum korum, tá ið øll tey, ið vórðu send av landinum orsakað av breki, komu aftur til Føroya. Tann viðurkenning, ið kom í kjalarvørrinum á hesum, var byrjanin til eina tilgongd, ið framvegis er á dagsskrá. Næsta stóra hendingin var 13. mai 2009, tá ið Føroyar viðurkendu altjóða breksáttmálan hjá Sameindu Tjóðum, sum inkluderar rættindi hjá tí einstaka, ið ber brek. Við hesi hending vóru lunnar lagdir undir viðurkenning og skipað rættindi hjá øllum uttan mun til, hvussu og hvør ein er. Frá orði til gerð At liva upp til ein sáttmála krevur, at orð verða gjørd um til gerðir, og tað er ikki ein sjálvsagdur lutur, at myndugleikarnir av sær sjálvum fylgja slíkum upp, tí eru eitt nú áhugabólkar- og felagsskapir týdningarmiklir. Hetta er helst eisini orsøkin til, at ST-sáttmálin hevur innbygt eina eftirmeting, ið krevur, at Føroya Landsstýri fjórðahvørt ár sendir inn eina frágreiðing, ið lýsir, hvat verður gjørt fyri at liva upp til sáttmálan. Í kjalarvørrinum á hesi frágreiðing hava felagsskapir, ið umboða tey, sum bera brek, møguleika at senda inn egnu frágreiðing, nevnd Skuggafrágreiðing. Seinasta frágreiðing varð gjørd í 2019, tá ið MEGD sendi ein lista inn við viðurskiftum, ið teirra limir ikki halda eru nøktandi. Millum fleiri mál er millum annað, at Føroya Landsstýri ikki enn hevur lagt eina miðvísa brekpolitiska virkisætlan, sum ásett í sáttmálanum. Samanumtikið kunnu vit siga, at mørk eru flutt, tá ið tað ræður um umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek í Føroyum, men enn er tó ikki komið á mál, heldur ikki í samsvari við ST-sáttmálan. Tí er neyðugt áhaldandi og miðvíst at arbeiða við hesum grundað á tann týdningin, ið viðurkenning hevur fyri trivnað og trygd hjá borgarunum. Tørvur er á miðvísum politikki, sum ber í sær, at stovnar og lóggávur liva upp til tað, sum er fyriskrivað í eitt nú ST-sáttmálanum. Tørvur er eisini á vitan, bæði hagtølum og øðrum kvalitativum greiningum, ið kunnu vera amboð í arbeiðinum fyri viðurkenning í víðastu merking. Føroyar skulu verða fyri øll - Okkara greiða mál er, at Føroyar skulu vera fyri øll. At øll hava sítt pláss í samfelagnum og geva sítt íkast til tað góða samfelagið, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður - Vit eiga jú øll hetta landið. Í felag. Og eingin eigur tað meiri enn nakar annar. Í Føroyum skal tað vera pláss fyri øllum. Og í Føroyum hava vit brúk fyri øllum. Tí øll hava nakað at geva. Løgmaður sigur, at vit eiga altíð at skipa samfelagið soleiðis, at øll - uttan mun til avbjóðingar og fortreytir annars - skulu kunna liva eitt virkið og sjálvstøðugt lív. Eitt gott lív! - Hetta er nakað, vit øll skulu gáa eftir. Bæði myndugleikar, feløg og einstaklingar. Í samgonguskjalinum hevur landsstýrið millum annað sett sær fyri at gera eina yvirskipaða brekpolitiska virkisætlan. - Hon skal vísa á, hvørjar ábøtur vit eiga at arbeiða við næstu árini til tess at gera Føroyar til eitt enn betri stað at vera fyri øll, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. ST-sáttmálin í føroyskum høpi Løgmaður leggur dent á, at vit hava bundið okkum til í allari nýggjari lóggávu at upplýsa, hvussu lógaruppskotið samsvarar við Evropeiska mannarættindasáttmálan og Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Tá ið lógaruppskot verður eftirkannað, ger Lógartænastan eisini vart við, um mett verður, at uppskotið annaðhvørt hevur jaligar ella neiligar avleiðingar eftir sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Lógartænastan hevur eisini í samstarvi við MEGD skipað fyri skeiðum um ST-sáttmálan fyri at gera landsfyrisitingina betur føra fyri at meta, um avleiðingar eru á hesum økinum. Lógartænastan mælir eisini til, at lógaruppskot verða send til hoyringar hjá MEGD og yvirhøvur at taka MEGD við í fyrireikandi arbeiði við uppskotinum. - Eg kann leggja aftrat, at ein samskipandi eind er skipað smb. § 33 í breksáttmálanum. Endamálið við hesi eind er at tryggja, at breksáttmálin virkar í verki - á øllum økjum. Hvørt landsstýrisfólk sær hevur ábyrgd av, at breksáttmálin er settur í verk á sínum øki, og eitt umboð fyri hvørt stjórnarráð er valt sum limur í tí samskipandi eindini. Ætlanin er at tryggja, at politikkur, skipanir og reglur og annað. á teirra øki er í samsvari við Breksáttmálan. Samskipandi eindin skal eisini orða eina brekpolitiska virkisætlan og soleiðis tryggja, at samanhangur er í brekpolitisku ætlanum landsstýrisins. Ætlanin er eisini, at brekpolitiska virkisætlanin skal stuðla undir, at ST-sáttmálin fer at virka eftir ætlan í øllum lutum og viðurskiftum. Føroyar á røttu leið - Hesi stig, eg her havi nevnt, eru øll við til at flyta Føroyar fram á leið, sigur løgmaður. Hann leggur serstakan dent á nýggju løgtingslógina um almannatrygd og tænastur, ið hevur til endamáls at veita tænastur og veitingar við støði í tørvi og ynski borgarans í mun til egna lívsstøðu, og soleiðis, at borgarin, hóast tarn ella sjúku, fær eitt fyri hann nøktandi og innihaldsríkt lív. Við hesari lóg verða krøvini í breksáttmálanum ment við tað, at lógin - umframt at nágreina rættin til verandi sosialar tænastur - eisini heimilar, at nýggjar sosialar tænastur verða veittar fólki, ið bera brek. Endamálið við at veita fleiri sosialar tænastur er at tryggja sjálvbjargni, lætta um gerandisdagin og tryggja, at persónar, ið bera brek, kunnu vera við í samfelagnum. Dømi um hetta er námsfrøðilig ráðgeving til familjur við barni, ið ber brek ella viðlíkahaldsvenjing til tey, ið hava tørv á støðugari venjing til tess at varðveita sínar førleikar. Henda ráðgeving virkar frá 1. september í ár. Týdningarmestu stig Løgmaður nevnir eitt týðandi stig, ið støðugt verður arbeitt við, men sum vit ikki enn eru komin á mál við, er uttan iva bústaðir. At fáa ment bústaðarmøguleikar til øll, ið vilja búgva í Føroyum. Hetta ger seg serliga galdandi fyri fólk við skerdum førleika, ið kunnu hava trupulleikar við at finna hóskandi bústað. - Vit síggja ein alsamt longri bíðilista, bæði til bústaðartilboð í Almannaverkinum og til íbúð hjá Bústøðum eftir algildum sniði. Tí er umráðandi, at vit halda fram við at útbyggja bústaðamarknaðin. Við bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum verður verulig ferð sett á at byggja fleiri vardar bústaðir. - Tað er ein sannroynd, at vit politikarar ofta hava brúk fyri, at onkur skumpar undir okkum. Minnir okkum á tað týdningarmesta. Í hesum sambandi hava felagsskapir ein týðandi leiklut. Nógv av tí góða, sum hendir á hesum økinum, hevur sín uppruna úr MEGD. Tí skal tað vera mín áheitan, at tit halda á við tí. Tað hava vit politikarar brúk fyri. Og tað hava Føroyar brúk fyri. Løgmaður fegnast um At vit hava fingið eina sosiallóggávu, sum er lagað eftir føroyskum viðurskiftum, sum leggur dent á fyribyrgjandi tættir, og sum eggjar til størri sjálvhjálpni og størri sjálvsavgerðarrætt hjá tí einstaka, og at vit støðugt útbyggja okkara útbúgvingarskipan, soleiðis at eisini borgarar við skerdum førleika kunnu nema sær útbúgving, ið er lagað til teirra. Vísa vilja í verki Føroyingar tosa ikki longur um, hvørji rættindi tey, ið bera brek, skulu hava. Við ST sáttmálanum eru hesi rættindi staðfest. Heldur enn at tosa um hvørji rættindini eru, so er farið at arbeiða við, hvussu hesi rættindi verða víst í verki. Ella er tað nú so? Víst er breið semja um, at vit eiga at tryggja øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi fyri øll fólk, ið bera brek, við ongum mismuni av nøkrum slagi, grundað á brekið. Tó er skrivliga ella breiða munnliga semjan í sjálvum sær ikki nóg mikið. Hesi rættindi skulu ikki skiljast sum ein vinarlig gerð ella eitt hampiligt ynski, men sum ein grundleggjandi og natúrligur partur av einum vælferðarsamfelagi. Óneyðugt eigur at vera at berjast fyri hesi rættindi, men heldur eigur hann at vera eins natúrligur, sum at allir føroyingar sjálvsagt hava rættindi til fríska luft og reint vatn. ST sáttmálin gevur ikki nýggj rættindi. Sáttmálin neyvlýsir hinvegin, hvussu londini, sum hava undirskrivað sáttmálan, skulu tryggja verandi, grundleggjandi mannarættindi, tá ið tosað verður um fólk, sum bera brek. Tí hevur sáttmálin týdning, tá ið lýst skal vera, hvussu einstøk øki í samfelagnum skulu forða fyri, at fólk, sum bera brek verða diskriminerað og soleiðis at rættindi teirra verða vird. Sum vit týðiliga síggja í føroyska samfelagnum, so broytist hugburðurin til tey, sum bera brek, við tíðini. Tó eiga vit ikki at steðga á, tí enn er nakað á mál. Vit vilja burtur frá, at synd verður tikið í teimum, sum bera brek. Nei, eins og aðrir føroyingar, eru tey einstaklingar við sama rætti at verða góðtikin sum fullgildigir borgarar av føroyska samfelagnum. Gott er, um onnur vænta nakað av teimum og best er, um røtt krøv verða sett teimum. Við røttu umstøðunum eru tey týðandi samfelagsligt tilfeingi. Málið hjá einum og hvørjum vælferðarsamfelag er jú, at borgarar liva eitt virkið lív, sum gevur møguleika at gerast so sjálvbjargin sum gjørligt. Ofta verður sagt, at eini 10% av borgarunum bera brek. Viðurskifti hjá hesum er tó ikki bara ábyrgd hjá politisku skipanini, men øllum borgarum, tí tað er júst einstaki føroyingurin, sum avger hugburðin mótvegis teimum. Tilfarið í hesum MBF blaðnum er merkt av ST sáttmálanum og ferðini MBF gjørdi til Geneve við skuggafrágreiðingini. Spennandi hevur verið at fylgt við gongdini og eisini tí, sum seinastu mánaðirnar er sett á skinnarar. Víst er áhugin til staðar, men enn er nakað eftir at vísa vilja í verki. Løgmaður og landsstýrisfólk eru á einum máli um, at ST sáttmálin eigur at vera vegvísarin til eitt betri samfelag fyri fólk, sum bera brek. Hesi fáu orð við vón um eitt gott samfelag fyri allar føroyingar og eg ynski tær góðan lesihug! TÓRA VIÐ KELDU forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum Hvussu roynist sáttmálin í verki Tann 13. mai 2009 var ein stórur dagur hjá MBF. Tá samtykti Føroya Løgting, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, skuldi vera galdandi fyri Føroyar. Men eitt var at samtykkja sáttmálan, annað var at vísa orð í verki, tí ikki fyrr enn nú byrjaði tað veruliga arbeiðið, at fáa sáttmálan settan í verk í føroyska samfelagið. Øll lond, sum hava samtykt ST sáttmálan, skulu fjórða hvørt ár senda eina frágreiðing til ST, har tey lýsa støðuna innan brek økið og hvussu sáttmálin verður hildin. Meginfeløgini innan brek økið í somu londum hava síðani møguleika fyri at ummæla og meta um, um londini liva upp til tað, sum teirra frágreiðingar siga. Í 2012, gott 3 ár eftir, at Føroya løgting samtykti, at ST-sáttmálin skuldi verða galdandi fyri Føroyar, hevur Føroya Landsstýri sent sína frágreiðing til ST saman við donsku stjórnini. Víst verður á, hvussu Landsstýrið metir, at ST-sáttmálin fyri einstaklingar, ið bera brek, verður hildin í Føroyum. MBF hevur í januar 2014 sent eina neyvt raðfesta skuggafrágreiðing til ST viðvíkjandi teimum økjum, har Føroya landsstýri ikki hevur tikið nøktandi stig til fult út at yvirhalda tað, sum Løgtingið hevur bundið seg til við at seta ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í gildi í Føroyum. Skuggafrágreiðingin hjá MBF hevur verið ávegis eitt gott ár. Limafeløgini í MBF hava fingið møguleika at senda tilfar til frágreiðingina inn til MBF skrivstovuna. Formansfundir hava verið, har skuggafrágreiðingin hevur verið til viðgerðar. Í august fingu øll limafeløgini í MBF skuggafrágreiðingina til hoyringar, áðrenn hon varð týdd til enskt og spanskt. Í apríl 2014 vóru umboð fyri MBF saman við einari sendinevnd úr Danmark í Geneve, har sjónarmiðini hjá MBF vóru viðgjørd. MBF fekk møguleika fyri bæði at hava fund við umboð fyri ST og at leggja fram ein topp trý lista fyri ST nevndina. Hetta er fyrstu ferð, at MBF hevur havt møguleika fyri, at tala sakina hjá fólkum, ið bera brek í ST, og kann ikki sigast annað enn, at hetta er ein stór hending. Í september fær MBF enn ein møguleika fyri bæði at leggja síni sjónarmið fram fyri ST nevndina í Geneve og at verða hjástødd, meðan umboð fyri Føroya landsstýri, skulu til próvtøku, viðvíkjandi ST-sáttmálanum. MBF-blaðið hevur sett løgmanni og landsstýrisfólkum spurningar í sambandi við ymisk viðurskifti í sáttmálanum, um MBF ikki heldur at sáttmálin verður fylgdur. Bannar øllum mismuni vegna brek ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur í Sameindu tjóða hin 13. desember 2006. 13. mai 2009 samtykti Føroya Løgting, at hesin sáttmáli eisini skal galda fyri Føroyar. Sáttmálin sigur, hvørji rættindi fólk, ið bera brek, hava, og hvussu hesi rættindi skulu tryggjast. Sambært sáttmálan eru fólk, ið bera brek, einstaklingar, sum eru rørslutarnaðir, sálarliga brekaðir, menningartarnaðir, blindir, sjónveikir ella hoyrnveikir. Høvuðstættirnir í sáttmálanum eru, at virðing skal verða sýnd øllum, og at fólk eiga sjálvi at sleppa at taka sínar egnum avgerðir. Virkast skal fyri at fólk, ið bera brek, kunnu vera í samfelagnum, og at mannamunur er bannaður. Virt skal verða at fólk eru ymisk, at øll eiga somu møguleikar, menn og kvinnur eiga at hava javnrættindi, ansast skal eftir rættindunum hjá børnum, ið bera brek, og at góð atgongd skal verða tryggjað øllum. Lógir broytast Eitt er at gera ein sáttmála. Hann skal eisini síggjast aftur í verki, og tí er neyðugt at gera ávísar lógarbroytingar og tillagingar í lógarverkinum í hvørjum landi, eins og fólk broyta siðvenjur og vanar sum elva til at mannamunur verður gjørdur á fólki sum bera brek. Sáttmálin ger eisini greitt, at áhugafelagsskapir, sum virka fyri rættindum hjá fólki sum bera brek, fáa møguleika at arbeiða saman við politisku myndugleikunum. Ítøkiligur sáttmáli ST-sáttmálin, sum er í hálvthundrað greinum, er rættiliga drúgvur lesnaður og nágreinar øll øki, sum sáttmálin fevnir um. Ógvuliga grundleggjandi eru ásetingarnar sum snúgva seg um javnrættindi millum fólk sum bera brek og onnur. Hetta bæði tá tað snýr seg um lógarásettar reglur, og tá tað snýr seg um hugburð. Lógarverkið skal tryggja øllum sama rætt til lógarvernd og banna mannamuni, og greinin um hugburð snýr seg um virðing fyri rættindum hjá fólki sum bera brek og hvussu týdningarmikið tað er at byrjað frá børnum av at hava ein virðiligan hugburð mótvegis fólki, ið bera brek og at fjølmiðlar gera sítt til tað eisini. Atkoma í breiðastu merking Atkoma er so mangt og ikki minni grundleggjandi fyri yvirhøvur at kunna liva og virka í samfelagnum. Í sáttmálanum eru neyvar ásetingar á ymiskum økjum tá tað um atkomu seg snýr seg. M.a. atkomumøguleikar til bygningar, umhvørvi, samferðslu og kunning. Allar forðingar í sambandi við atkomu til bygningar og umhvørvi, sum eru ætlað til almenna nýtslu, skulu takast burtur. Sama í sambandi við ferðatænastu, soleiðis at fólk við breki allastaðni kunnu ferðast sjálvstøðugt og trygt. Somuleiðis verður stórur dentur lagdur á atgongd og luttøku í mentanarlívi, frítíðarvirksemi, m.a. ítrótti. Her verður serliga hugsað um at allar sjón­ og útvarpssendingar og annað mentanartilfar verður atkomiligt, atkomu til ymiskar mentanarstovnar eins og at fólk, sum bera brek, fáa møguleika at skipa fyri og vera við í serligum ítróttargreinum. Øll líka fyri lógini Sáttmálin viðger eisini spurningin um løgfrøðiligu støðuna hjá fólki, sum bera brek. Tað verður gjørt greitt, at fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum øll onnur, og at tey somuleiðis eiga at fáa ta hjálp teimum tørvar, og at tey hava somu atgongd til rættarskipanina sum onnur. Frælsi og virðing Frælsi og virðing eru millum lyklaorðini í sáttmálanum. M.a. verður sagt, at fólk, ið bera brek, hava sama rætt til frælsi og tryggleika sum onnur, og at hetta frælsið má ikki avmarkast, bara tí fólk hava brek. Somuleiðis verður gjørt greitt, at forboð eigur at verða sett ímóti at bera seg óvirðiliga at mótvegis teimum, og kunnast skal um hvussu forðast kann fyri harðskapi, og hvar ein kann leita sær hjálp. Greinir eru eisini um virðing fyri heima- og familjulívi. Fólk, ið bera brek, hava sama rætt sum onnur sjálv at velja hvørjum landi tey vilja búgva í, hava ríkisborgararætt í, ella ferðast til. Somuleiðis skulu brekað hava møguleika at velja sjálvi, hvar tey vilja búgva og saman við hvørjum. Sama tá tað snýr seg um vanlig demokratisk rættindi, so sum at bera fram sínar áskoðanir og at upplýsingar eru atkomiligar og lættar at skilja og taka atlit til tørvin hjá fólki, ið bera brek. Eitt nú við blindaskrift, teknmáli, ljóðbondum, lættlisnum teksti ella øðrum samskiftisháttum. Av øðrum viðurskiftum, sum sáttmálin ásetur eru rætturin til útbúgving, har tillagingar skulu verða gjørdar, soleiðis at tey fáa javnbjóðis rætt til útbúgving, uttan at mismunur verður gjørdur, og sama tá tað snýr seg um atgongd til heilsutænastur, førleikavenjing og enduruppvenjing. Fólk, ið bera brek, hava rætt til arbeiði og løn javnbjóðis øðrum. Til tess skal almenni arbeiðsmarknaðurin vera atkomiligur og til tað krevjast hóskandi tillagingar. Sáttmálin skal haldast ST tryggjar sær eftirlit við at hvørt landið, sum hevur sett sáttmálan í gildi, eisini heldur hann, og tí skulu lond senda ST frágreiðing um hvat er gjørt fyri at halda sáttmálan. Sagt verður, at umráðandi er at samstarva við áhugafelagsskapirnar hjá fólki ið bera brek tá hesar frágreiðingar verða skrivaðar. Ein sjálvstøðug altjóða nevnd tekur ímóti hesum frágreiðingum og hevur eftirlit við hvussu sáttmálin verður útintur í verki. Við skuggafrágreiðing í Geneve Í døgunum 14. og 15. apríl vóru umboð fyri MBF - Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum - í Geneve og løgdu fram skugga- frágreiðing viðvíkjandi ST sáttmálanum um rættindi hjá ein- staklingum, sum bera brek. Framløgan var í Palais Wilson, sum er høvuðssætið fyri mannarættindi hjá ST. Hetta var ein serstakur møguleiki fyri MBF, sum er meginfelagið og harvið umboðar tey 24 limafeløgini við umleið 4000 limum. ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek, varð samtyktur á Føroya Løgtingi 13. mai 2009. Tey sum umboðaðu MBF í Geneve í apríl vóru Ása Olsen, sum er dagligur leiðari í MBF og sum hevur havt ábyrgdina av frágreiðingini, og Tóra við Keldu, sum tá sat sum starvsnevndarlimur, men sum varð vald til forkvinnu í MBF á aðalfundinum tann 7. mai 2014. Arbeiðið við skuggafrágreiðingini byrjaði í november 2012, har ætlanin um at gera frágreiðingina varð løgd fram á formansfundi og har formenninir fingu kunning um frágreiðingina, sum Landsstýrið hevði sent inn. Heitt var á allar formenn um at senda tilfar inn til skrivstovuna í MBF. Tað gjørdist skjótt greitt, at neyðugt varð at gera eina neyvt raðfesta frágreiðing, tí at MBF fekk einans tillutað 5 A4 síður, sum partur av frágreiðingini hjá Danske Handicaporganisationer, hereftir DH. Hesa tíðina arbeitt varð uppá frágreiðingina, var nógv samskifti við limafeløgini og var skuggafrágreiðingin til viðgerðar á formansfundum o.l. Tá ið frágreiðingin var liðug, varð hon send til hoyringar hjá øllum limafeløgunum, so at øll kundu fáa møguleika at gera viðmerkingar og síðan var aftur formansfundur, har frágreiðingin varð gjøgnumgingin og endaliga viðgjørd. Sigast kann, at tað var sera áhugavert at arbeiða við frágreiðingini, sjálvt um nógvar avbjóðingar vóru á vegnum. At MBF bert fekk 5 A4 síður, sum síðan varð broytt til 6 A4 síður, sum partur av frágreiðingini hjá DH, var bæði avbjóðandi, men eisini til fyrimun fyri MBF. Orsakað av hesum var neyðugt, at gera eina rættiliga ítøkiliga frágreiðing, sum sjálvt um hon er stutt, hevur ein boðskap, so at myndugleikarnir beinanvegin kunnu síggja, hvat tað er MBF vísir á og ynskir broytt. Við so lítlum plássi, sum MBF fekk til sína frágreiðing, er ongin møguleiki fyri at viðgera allar greinarnar í ST sáttmálanum. Geneve Tann 13. apríl komu vit til Geneve. Veðrið var gott, sól og stilli, og fleyg flogfarið ein eyka túr uppiyvir býnum, so ferðafólkini kundu síggja, hvussu vakurt tað er í Sweits. Tá vit vóru komin til Geneve, fingu vit møguleika at luttaka í ymiskum workshops um ymiskar greinar í ST sáttmálanum, eisini vóru vit og sigldu á Geneve sjónum, og annars á rundtúr í sjálvum býnum. Býurin er sera vakur, og eru nógvir bæði nýggir og gamlir bygningar. Palais Wilson, har fundir og framløgur vóru, er ein gamal men stórfingin bygningur. Tann 15. September 2014, kom so tann stóri dagurin, har vit fyrst høvdu ein fund við Martin Babu, sum hevur høvuðsábyrgdina av føroysku, donsku og grønlendsku frágreiðingunum. Á hesum fundi, fingu vit lagt fram okkara sjónarmið og gjørdist tað skjótt greitt fyri okkum, at vit máttu spíla okkum út, um vit skuldu blíva hoyrd í ST. Tað var trupult hjá Martin Babu at skilja, støðuna millum Føroya og Danmark, og at Føroyar er eitt land, og at umstøðurnar eru ymiskar í Føroyum í mun til í Danmark. Tá hesin fundurin var liðugur, var síðani tann stóra løtan, har vit saman við donsku sendinevndini skuldu inn í tann stóra salin og har halda røðu fyri ST nevndini og síðani svara spurningum frá nevndini. Eg haldi at tað var ikki fyrr enn tá, at tað gekk ordiliga upp fyri okkum hvussu stórt hetta var. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at brekøkið í Føroyum hevur havt umboð í ST, sum hevur havt møguleika at tala sína sak. Tað er somuleiðis eisini fyrstu ferð, at tað hevur verið møguligt, at senda eina frágreiðing við boð uppá loysnir til ST, og har verða viðgjørd saman við restini av heiminum, ein sera stór løta. Vit tosa nógv um globalisering, og er hetta ein partur av globaliseringini innan brekøkið, og eru vit í MBF stolt av, at verða við á hesum støði. Eftir at vit høvdu lagt fram okkara sjónarmið og ein topp 3 lista fyri ST nevndina, hevur nevndin sent ein sokallaðan "list of issues" til MBF, og hava vit aftur sent svar uppá hendan listan, soleiðis sum vit síggja støðuna. Í september skulu Ása Olsen og Tóra við Keldu aftur umboða MBF í Geneve, hesaferð kemur Tóra at umboða MBF sum forkvinna, og verður aftur tá møguleiki fyri, at hava eina framløgu fyri ST nevndini, áðrenn Landsstýrið skal til próvtøku fyri somu nevnd. Ása og Tóra koma at verða hjástaddar, tá umboð fyri Landsstýrið skulu svara spurningum frá ST nevndini, og síggja vit í MBF hetta sum ein stóran fyrimun, í samband við framhaldandi arbeiði við ST sáttmálanum. MBF sær tað sum sera umráðandi, at felagið framhaldandi heldur lív í øllum arbeiðinum viðvíkjandi sáttmálanum, og at ST sáttmálin er grundarlagið undir øllum arbeiðinum hjá MBF. Tað mest umráðandi er tó, at tey økir, sum eru viðgjørd í skuggafrágreiðingini ikki verða við aftur um fýra ár, tá MBF skal senda sína næstu frágreiðing til ST. Ískoyti til frágreiðing hjá Danmark frá: MBF Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum. Orsakað avmarkaðum plássi verður ein neyvt raðfest frágreiðing send viðvíkjandi teimum økjum, har Føroya Landsstýrið ikki hevur tikið nøktandi stig til fult út at yvirhalda tað, sum Løgtingið hevur bundið seg til, við at seta ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í gildi í Føroyum. Tað hevur ikki verið møguligt at gjøgnumganga allar greinarnar í sáttmálanum. Tann 13. mai 2009 samtykti Føroya Løgting, at sáttmálin skuldi vera galdandi fyri Føroyar. Í sambandi við arbeiðið at gera frágreiðing til ST eru limafeløgini í MBF og Teknmálstulkatænastan tikin við. Føroyska samfelagið: Er býtt sundur í alment og kommunalt stýri. Tað almenna hevur ábyrgd av flestu útreiðslum viðvíkjandi útbúgving, heilsu, sosialum veitingum, eldrarøkt og pensjónum. Føroyar eru eitt lítið samfelag við 48.000 íbúgvum. Viðvíkjandi fólkaskúlanum hava kommunurnar ábyrgd av bygningum, ímeðan Mentamálaráðið hevur ábyrgdina av undirvísingini og øllum, ið hartil hoyrir. Grein 4, a og b Almennar skyldur: Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum vísir á, at Føroyar hava ein brekpolitikk, sum byggir á meginregluna um javning, sektorábyrgd, samhaldsfesti og líka rætt. Hvør sektorur hevur ábyrgd av at veita fólki, sum bera brek, tilboð. Í Føroyum er onki samstarv millum sektorarnar, tað er heldur ongin samanhangandi brekpolitikkur á økinum. Ongin samskipan er ímillum sektorarnar, umframt at stuðul verður veittur uttan samanhang, og tí verður tað ein sundurpettan av átøkunum, sum borgarar, sum bera brek, uppliva sum kassahugsan, manglandi samanhangur, manglandi góðska og bíðitíð. Í veruleikanum kemur átakið ongantíð so tætt málinum, at persónurin, sum ber brek, verður javnt stillaður við onnur. Feløgini heita á ráðið um at mæla Landsstýrinum til at seta í verk ein brekpolitikk við serligum atliti til samanhang og samstarv ímillum sektorarnar. Grein 5, 1-3 Javnrættindi og eingin mismunur: Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum sigur, at Almannamálaráðið í 2002 setti Ráðið fyri Brekað, sum skal ráðgeva myndugleikunum og at varpa ljós á brekpolitisk evnir o.l. Sjálvt um Ráðið fyri Brekað aftur og aftur hevur víst á umstøður, har persónar, sum bera brek, eru fyri mannamuni, hevur Landsstýrið ikki skyldu til at fylgja tilmælum frá Ráðnum fyri Brekað. Landsstýrið vísir til lóg um forboð fyri at gera mismun á arbeiðsmarknaðinum, men ongin ávís lóg forðar fyri mismuni í hinum sektorunum í samfelagnum. Feløgini heita á ráðið um at mæla Landsstýrinum til at viðtaka forboð ímóti mismuni orsaka av breki í øllum sektorum í samfelagnum. Grein 9, 1. a og b Atkoma: Viðmerkingar frá feløgunum: Landsstýrið vísir til kunngerð nr. 149 frá 3. desember 2009 um atkomu. Kunngerðin setur krøv til bygningar, sum hýsa almennum tænastum og til bygningar, sum hýsa matstovum, handlum og skrivstovum, hvørs arbeiðsøki er ætlað fyrisiting og sertænastum. Kunngerðin leggur ikki upp til, at tað fær avleiðingar, um hon ikki verður fylgd. Feløgini heita á ráðið um at mæla Landsstýrinum til at seta í verk møguleika fyri revsing, um kunngerðin ikki verður fylgd. Grein 19. a, b, c At liva sjálvstøðugt og verða tikin upp í samfelagið: Viðmerkingar frá feløgunum: Í Føroyum er sjáldsamt at fólk, sum bera brek, hava møguleika fyri at velja, hvar og saman við hvørjum, tey ynskja at búgva. Bíðitíðin at fáa egnaðan bústað er fleiri ár og tænastustøðið í bíðitíðini kann vera lágt. Átaluverd er eisini tænastan, sum verður veitt í vardum íbúðum. Hendan tænastan er sjáldan stýrd av borgaranum, sum skal hava tænastuna. Ongin lóg ella kunngerð tryggjar fólk, sum bera brek, tá ið verkfall er. Tað kemur fyri at fólk, sum bera brek, sum búgva á sambýlum ella vardum bústøðum, mugu flyta úr heimi teirra og heim til familju ella til størri eindir, tá ið verkfall er. Feløgini heita á ráðið um at mæla Landsstýrinum til at byggja tíðarhóskandi bústaðir kring landið og tryggja, at fólk, sum bera brek, fáa ta hjálp, sum er neyðug, tá ið verkfall er, so tey ikki eru tvungin at flyta úr heimi teirra. Eisini er tað eitt ynski, at stuðulin til borgaran verður borgarastýrdur. Grein 21. a, b, og e Talifrælsi, meiningarfrælsi og atgongd til upplýsingar: Viðmerkingar frá feløgunum: Vísandi til ST-sáttmálan skulu londini, sum hava samtykt sáttmálan, taka øll atlit fyri at tryggja, at fólk, sum bera brek, hava tali- og meiningarfrælsi umframt atgongd til kunning. Í Føroyum kunnu fólk, sum eru tunghoyrd, ikki fylgja við í gerandisdegnum ella hoyra tíðindi í sjónvarpi ella útvarpi. Ongin skrivitulkur er og sendingar, sum verða sendar í sjón-varpinum, verða ikki tekstaðar. Fólk, sum eru deyv og tørva teknmálstulk, fáa altíð gomul tíðindi, tí tíðindi í sjónvarpi verða send við teknmálstulki dagin eftir, tey eru send í sjónvarpinum. Feløgini halda, at tað er at gera mannamun, at fólk, sum eru deyv, ikki kunnu fáa tulkað sjónvarpstíðindi fyrr enn dagin eftir, tey eru send í sjónvarpinum. Fólk, sum hava menningartarn, kunnu heldur ikki fylgja við í gerandisdegnum og í tíðindum í kringvarpinum, tí mangul er á atkomumøguleikum fyri hendan bólkin av fólki. Feløgini heita á ráðið um at mæla Landsstýrinum til at tryggja øllum atgongd til tíðindi, eisini útvarps- og sjónvarpssendingar í Kringvarpi Føroya. Hetta merkir, at tíðindi og onnur kunning skal leggjast til rættis eftir einari breiðum úrvali av møguleikum, sum røkja tørvin hjá fólki, sum bera brek, líka mikið, hvat brekið er. Grein 24. 1, a, b, c og 2. a, b, c, d, e og 3. a, b, c, og 4-5 Útbúgving Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum vísir á, at Mentamálaráðið hevur eina kunngerð viðvíkjandi undirvísing í og á teknmáli, og at børn og ung, sum hava teknmál sum fyrsta mál, hava rætt til teknmálstulk undir allari skúlagongdini. Landsstýrið vísir á, at peningur er játtaður á fíggjarlógini til ljóðbøkur til fólk, sum eru blind. Landsstýrið vísir somuleiðis á, at fólk, sum bera brek, hava rætt til undirvísing á jøvnum føti við onnur, og at hetta verður framt í verki við Salamanca-yvirlýsingini og visjónini um ein fólkaskúla fyri øll. Víst verður til Fólkaskúlalógina. Arbeiðið við inklusjón í skúlanum er ikki nøktandi. Børn, sum hava autismuspektrumórógv, børn, sum hava menningartarn, ella børn, sum eru tunghoyrd, uppliva í nógvum førum, at tey verða útihýst frá fólkaskúlanum. Fyri børn, sum hava menningartarn, og børn, sum hava autismuspektrumórógv, sýnist tað sum skúlarnir royna at gera børnini normal, heldur enn at arbeiða við at gera felagsskapin inkluderandi. Tá tað ikki eydnast fyri hesar næmingar at fylgja við í vanliga námssetninginum, verða tey víst til serskúla ella serstovu, sum er á skúlanum. Fyri ung fólk, sum hava autismuspektrumórógv, eru rættiliga fá dygdargóð skúlatilboð. Feløgini heita á ráðið um at áleggja Landsstýrinum at broyta Fólkaskúlalógina, so at lógin setur karmar fyri inklusjón av næmingum við serligum tørvi í vanligu undirvísingini og lagar kærumøguleikarnar til ein inkluderandi fólkaskúla. Feløgini vísa á tørvin, at lærarar fáa eftir- og víðari útbúgving soleiðis, at teir fáa neyðuga vitan um, hvussu børn, sum bera brek, kunnu verða inkluderað. Eftir Fólkaskúlan eru tað nærum ongi nøktandi skúlatilboð fyri ung, sum hava menningartarn. Ung, sum eru deyv, hava bert møguleika fyri víðari útbúgving í teimum førum, har Mentamálaráðið játtar pening til teknmálstulk. Í nógvum førum, kann ein næmingur bíða 1 til 2 ár1, áðrenn møguleiki er fyri víðari útbúgving. Orsakað manglandi skúlatilboð til børn við autismuspektrumórógv, menningartarni og børnum, sum eru deyv, velja nakrar familjur at flyta til Danmark, har tey kunnu fáa betri skúlatilboð til børn teirra.2 Feløgini heita á ráðið um at mæla Landsstýrinum til at skipa útbúgvingar møguleikar fyri ung við autismuspektrumórógv, fyri ung, sum eru deyv, og fyri ung, sum hava menningartarn. Grein 25. 1. a og b Heilsa: Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum vísir á, at tað sum heild verður arbeitt fyri at stytta bíðitíðina innan heilsuverkið. Tó er støðan tann, at bíðitíðin at verða sjúkugreinaður innan barnapsykiatriina er 1 1/2 til 2 ár. 3 Persónar, sum hava autismuspektrumórógv og persónar, sum eru menningartarnaðir, uppliva, at hjálp og stuðul eru tengd at, um ein er blivin sjúkugreinaður. Feløgini heita á ráðið um at mæla Landsstýrinum til at finna loysnir soleiðis, at tað ikki er sjúkugreiningin, sum ger av, hvørja hjálp tað ber til at fáa. Feløgini heita somuleiðis á Landsstýrið um at finna loysnir soleiðis, at bíðitíðin fyri at verða sjúkugreinaður verður stytt. Grein 26. 1,a: Menning og endurmenning: Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum vísir á, at stig eru tikin til, at stovna tvørfakliga endurmenning á heilsuøkinum. Tað er ongin "service lóg" ella lóg um menning og endurmenning í Føroyum. Fyri fólk, sum bera brek, eru hesar tænastur rættiliga umráðandi, tá ið tær skulu stuðla undir, at borgarin gerst sjálvbjargin og endurvinnur nakrar av teimum førleikum, hann hevur mist. Um ongin lóg er á økinum, sum tryggjar eitt minsta mark av tænastu, verður tænastan í mongum førum tilvildarlig og tengd at, hvar í landinum ein býr. Feløgini heita á ráðið um at mæla Landsstýrinum til at lóggeva á hesum økinum. Hetta so at tænastan til fólk, sum bera brek, verður virkin skjótast gjørligt og verður bygd á eina tvørfakliga borgarastýrda tænastu. Grein 27. 1. a, b og c arbeiði og starvssetan: Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum vísir til lóg um forboð móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki. Tað er sera trupult at fáa Landsstýrið at javnstilla rest arbeiðsførleika við vanligan arbeiðsførleika.4 Eisini er tað trupult at fáa Landsstýrið at tryggja fólki, sum bera brek, arbeiðsmøguleikar soleiðis, at tey fíggjarliga klára seg á jøvnum føti við onnur. Feløgini heita á ráðið um at áleggja Landsstýrinum at skapa arbeiðsmøguleikar fyri fólk, sum bera brek, innan tað almenna og privata soleiðis, at tey fíggjarliga gerast sjálvbjargin. Grein 29.stk. a, i at vera við í politiskum og almennum lívi: Viðmerkingar frá feløgunum: Frágreiðingin frá Landsstýrinum vísir til Løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um valrætt til Tingið, grein nr. 26, sum snýr seg um atkomu til valstaðið. Veljarar, sum eru menningartarnaðir, hava veikt talumál, eru lesiveikir og fólk, sum eru blind, hava nærum ongan møguleika fyri at atkvøða sjálvstøðugt. Atkvøðuseðlarnir eru bert á vanligum máli. Tað vildi bøtt um møguleikan at atkvøtt sjálvstøðugt, um atkvøðuseðlarnir høvdu mynd av valevnunum, og um møguleiki var at nýta teldutøkar atkvøðuseðlar. Feløgini heita á ráðið um at mæla Landsstýrinum til at brúka atkvøðuseðlar, sum hava mynd av valevnunum og teldutøkar atkvøðuseðlar soleiðis, at eisini veljarar, sum hava menningartarn, og fólk, sum eru blind, sjálvstøðugt kunnu atkvøða. Grein 30, stk. 1. a, b, c. At vera uppi í mentanarlívi, ítrivi, frítíðarlívi og ítrótti: Viðmerkingar frá feløgunum: Atkoma til sendingar hjá Kringvarpi Føroya eru soleiðis, sum Landsstýrið vísir á, tengt at einum Public Service sáttmála, sum skal tryggja, at tíðindir verða teknmálstulkaðið og sendingar, sum hava stóran almennan áhuga og týdning, skulu tekstast og/ella teknmálstulkast. Fólk, sum eru deyv, kunnu í nógvum førum ikki fylgja við, um ein sending verður tekstað, og fólk, sum eru tunghoyrd, hava sjáldan lært teknmál, so ógjørligt er at loysa avbjóðingarnar, sum hesi bæði brekini geva, við antin teknmál ella undirtekstum. Feløgini ynskja, at ein loysn verður funnin soleiðis, at bæði fólk, sum eru deyv, og fólk, sum eru tunghoyrd, kunnu fáa atgongd til allar sendingar hjá Kringvarpinum. Stórur mangul er á samskiftismøguleikar fyri fólk, sum eru menningartarnað, so tey kunnu fáa atgongd til Public Service sendingarnar hjá Kringvarpi Føroya. Tá hesin bólkurin er rættiliga stórur, er tað samstundis ein stórur partur av Føroya fólki, sum ikki hevur atgongd til sendingarnar hjá Kringvarpi Føroya. Feløgini heita á ráðið um at mæla Landsstýrinum til at taka ábyrgd fyri, at fólk, sum eru menningartarnað, kunnu fáa atgongd til sendingar hjá Kringvarpinum, film, sjónleik og onnur mentunar tiltøk á ein, fyri tey, atkomuligan hátt. Fólk, sum bera brek, og sum hava tørv á einum stuðli fyri at luttaka í tiltøkum, mugu gjalda bæði fyri seg sjálvan og fyri stuðulin. Hetta er eisini galdandi viðvíkjandi ferðing. Feløgini heita á ráðið um at áleggja Landsstýrinum at skipa soleiðis fyri, at fólk, sum bera brek, og sum hava brúk fyri stuðli, bert gjald fyri sína egnu luttøku og egnan ferðaseðil. Grein 33, 1. Innlendis ígildisetan og eftirlit: Viðmerkingar frá feløgunum: Ongin samlað ætlan er fyri brekpolitikk ella íverksetan av sama. Tá ST-sáttmálin fyri fólk, sum bera brek, varð settur í gildi í Føroyum í 2009, var tað Uttanríkismálaráðið, sum hevði ábyrgdina av at seta í verk sáttmálan í føroyska samfelagnum. Fyri nøkrum árum síðani varð Uttanríkisráðið niðurlagt, og síðan er tað onki ávíst aðalráð, sum hevur havt ábyrgdina av at seta sáttmálan í verk í føroyska samfelagnum. Feløgini heita á ráðið um at áleggja Landsstýrinum at gera eina ætlan fyri, hvussu sáttmálin skal setast í verk í føroyska samfelagnum og geva einum aðalráði ábyrgdina av at samskipa leiðsluna av hesum arbeiði. AMR skal miðsavna Annika skal tryggja at sáttmálin verður framdur í verki MBF heldur, at landsstýrið, á ávísum økjum ikki hevur tikið nøktandi stig við tí úrsliti, at sáttmálin ikki verður hildin fult og heilt. Yvirskipað vísir MBF á, at eingin samlað ætlan er fyri brekpolitikk ella íverksetan av sama. Felagið sigur, at tá ST-sáttmálin fyri einstaklingar, ið bera brek, varð settur i gildi í Føroyum í 2009, var tað Uttanríkisráðið, sum hevði ábyrgdina av at seta í verk sáttmálan í føroyska samfelagið. Fyri nøkrum árum síðani varð Uttanríkisráðið niðurlagt, og síðani er tað onki ávíst aðalráð, sum hevur havt ábyrgdina av at seta sáttmálan í verk í føroyska samfelagnum. Hetta førir við sær, at hvørt einstakt aðalráð roynir í sínum lagi at gera sum best. § 33 í ST-sáttmálanum Sambært § 33 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, skulu limalondini, stovna eina ella fleiri savnandi eindir í miðfyrisitingini. Eisini skulu limalondini tilnevna eina ella fleiri sjálvstøðugar eindir til at røkja uppgávuna at verja og hava eftirlit við, at ásetingarnar í sáttmálanum verða settar í verk. §33 sigur somuleiðis, at samfelagið sum heild, serliga fólk, ið bera brek, og tey feløg, ið umboða tey, skulu verða knýtt at og fult og heilt tikin við í eftirlitsgongdini. Um vit hyggja eftir, hvussu eitt nú Danmark og Grønland hava skipað síni viðurskiftir, hevur eitt ávíst aðalráð í Danmark ábyrgdina av, at sáttmálin verður settur í verk. Í Danmark er Mannarættindastovnur stovnaður, og ein líknandi stovnur er ávegis í Grønlandi. Í viðmerkingunum frá ST nevndini verður beinleiðis spurt inn til, nær Landsstýrið ætlar at seta á stovn líknandi skipan, sum í Danmark og Grønlandi. MBF-blaðið hevur spurt løgmann um landsstýrið hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvat aðalráð skal hava ábyrgdina av at seta ST-sáttmálan í verk og tryggja at hann verður hildin og nær ætlanin er at seta §33 í sáttmálanum í verk? Løgmaður vísir á grein 33, sum snýr seg um innlendis ígildisetan og eftirlit, har ásett verður, at sáttmálapartarnir skulu tilnevna eina ella fleiri miðsavnandi eindir (focal points) í landsfyrisitingini í sambandi við, at ásetingarnar í sáttmálanum verða settar í gildi í innlendis lóggávu. Greinin ásetir somuleiðis, at sáttmálaparturin eigur at geva tí hóskandi ans at stovna ella tilnevna eina samskipandi eind í landsfyrisitingini fyri at lætta um tiltøk, ið líkjast á teimum ymisku málsøkjunum og ymsu stigunum. Í pkt. 2 verður ásett, at limalondini skulu samsvarandi løgligu og umsitingarligu skipan teirra, tilnevna eina ella - eftir tørvi - fleiri sjálvstøðugar eindir, sum kunnu hava eftirlit við, at ásetingarnar í sáttmálanum verða settar í gildi í innlendis lóggávu. Talan er sostatt um tríggjar mekanismur, sigur løgmaður sum fer at leggja miðsavnandi uppgávuna sambært grein 33, pkt. 1, til landsstýriskvinnuna í Almannamálum. Hetta verður gjørt fyrsta dagin. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at miðsavnandi eindin (focal point) hevur til uppgávu at tryggja, at rættindi sambært sáttmálanum verða framd í verki. Hetta verður gjørt m.a. við at vísa viðkomandi myndugleikum á, hvar neyðugt er við átøkum fyri at fremja sáttmálan, at luttaka í rapporteringum til ST og tryggja, at tilmælini frá ST koma til rætta myndugleika, soleiðis at tey kunnu verða fylgd upp, sigur løgmaður og leggur afturat, at Almannamálaráðið skal eisini umhugsa, hvørt tað er tørvur á at fáa í lag og skipa fyri samskipandi eind(um) í miðfyrisitingini fyri at tryggja, at samskipanin innan brekøkið er so góð sum gjørligt. Løgmaður sigur, at viðvíkjandi eftirlitsskylduni, so fer Uttanríkistænastan, saman við Almannamálaráðnum, at kanna hvussu hendan skylda kann hevdast í Føroyum. Batar í KVF MBF hevur mangan víst á, at tænastan, sum Kringvarpið veitir fólki, sum eru tunghoyrd og deyv, er als ikki nøktandi, hóast sáttmálin greitt sigur, at øll atlit skulu takast mótvegis fólki sum bera brek, og at teimum verður tryggjað talu- og meiningarfrælsi umframt atgongd til kunning. Í tí sambandi vísir MBF á, at Kringvarpið ger mannamun, m.a. tí at fólk, sum eru tunghoyrd, ikki hoyra tíðindi, og hava tí ilt við at fylgja við í gerandisdegnum, tí eingin skrivitulkur er, og sendingar í SVF verða ikki tekstaðar. MBF vísir eisini á, at tað als ikki er nøktandi at fólk sum eru deyv, altíð fáa gomul tíðindir, tí at teknmálstulkingin av eitt nú Degi og Viku ikki verður send fyrr enn dagin eftir at vit onnur hava sæð hana. MBF-blaðið hevur tí spurt Bjørn Kalsø, landsstýrismann við menta­ málum hvørji stig er ætlanin at taka, fyri at broyta hetta, og um hesin spurningur verður partur av nýggja Public Service sáttmálanum. Betri public servicesáttmáli Bjørn Kalsø sigur, at spurningurin um tænastuna hjá deyvum og tunghoyrdum í almenna public service-stovninum Kringvarpi Føroya verður sjálvsagt partur av nýggja public service-sáttmálanum, sum eftir ætlan verður undirskrivaður fyri ársskiftið. Ætlanin er eisini, at tær avtalur, sum verða gjørdar á hesum øki eisini verða fylgdar upp og framdar í verki. - Í "gamla" sáttmálanum millum Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya vóru eisini ásetingar um hesi viðurskifti, men eg haldi tíverri ikki, at nóg nógv hevur verið gjørt fyri at menna hesa týdningarmiklu tænastu higartil. M.a. hava deyv ikki fingið tíðindi tulkað fyrr enn dagin eftir, at sendingarnar eru sendar á fyrsta sinni, og deyvatulking hevur fyri tað mesta einans fevnt um Dag & Viku. Og tekstað tulking til tunghoyrd hevur als ikki verið í sambandi við føroyskar sendingar, ásannar landsstýrismaðurin, men hann lovar batar. - Vit í Mentamálaráðnum hava samskift við Kringvarp Føroya um hesi viðurskifti og hava samstundis givið til kennar, at vit ynskja framstig á hesum øki. Partarnir eru eisini samdir um at fara undir eina stigvísa menning á hesum øki frameftir. Fyrsta stigið, sum hyggjarar fara at merkja, er eitt, sum byrjar í september í ár, har Dagur & Vika verður teknmálstulkað og stroymað á alnótini samstundis, sum sendingin verður send. Deyv fáa tá høvi at fylgja sendingini samstundis, sum øll onnur og fáa harvið betri møguleika at fylgja við í kjaki og samfelagsgongdini, sigur Bjørn Kalsø og leggur afturat, at ætlanin er eisini, í tøttum samstarvi við avvarðandi partar, at útbyggja hesa skipan til aðrar føroyskar sendingar. Skrivitulking - Arbeitt verður eisini við at kanna, hvussu ein skipan við skrivitulking av føroyskum sendingum til tunghoyrd kann fáast í lag. Eitt nú hava vit fingið at vita frá Meginfelag teirra Brekaðu, at skrivitulkur verður tøkur við ársbyrjan í 2015. Harnæst er Kringvarpið farið undir at kanna, hvør útgerð skal til fyri at kunna veita eina slíka tænastu. Hetta verður gjørt, tí slík tænasta er neyðug í einum nútíðar samfelag, um vit skulu sammeta okkum við onnur, - og ikki minst eisini tí, at ein stórur partur av teimum, sum m.a. verða kravd eftir kringvarpsgjaldi eru tunghoyrd og harvið gjalda fyri eina tænastu, sum tey í roynd og veru ikki fáa í nóg stóran mun, sigur landsstýrismaðurin. Rúmligari fólkaskúli og fleiri heildartilboð Nógv verður tosað um, at gera fólkaskúlan rúmligari, og áhugaverdur er tankin um at skipa sernámsfrøðiliga økið øðrvísi, so fólkaskúlin gerst uppaftur rúmligari og meira inkluderandi, so møguleiki er at bjóða øllum mennandi og avbjóðandi skúlatilboð - eisini teimum við serligum avbjóðingum, sigur MBF, men hvørjar tankar hevur lands- stýrismaðurin við mentamálum gjørt sær? - At arbeiða fyri einum rúmligum og inkluderandi fólkaskúla er nakað, eg leggi stóran dent á og havi raðfest høgt í mínum arbeiði sum landsstýrismaður í mentamálum. Eg eri sannførdur um, at fólkaskúlin í so stóran mun, sum til ber, skal rúma øllum næmingum, men ikki bara, at allir næmingar skulu vera í fólkaskúlanum, men at skúlin samstundis hevur førleika at skipa eina inkluderandi læring soleiðis, at allir næmingar fólkaskúlans uttan mun til menningarstig kunnu luttaka í sosiala og fakliga felagsskapinum í skúlanum. Hetta er av størsta týdningi fyri læring og menning hjá barninum og tí unga, tí øll hava tørv á at kenna seg sum part av felagsskapinum í flokkinum, og børn læra eisini bæði í samspæli við onnur børn og við vaksin. Ein inkluderandi skúlaskipan er ein góð og røtt leið at ganga bæði fyri tann einstaka, men eisini fyri samfelagið í síni heild. Hetta avspeglar eisini tað, sum annars fer fram millum vanliga fólkið í samfelagnum, har øll skulu samvirka, sigur Bjørn Kalsø. Førleikastovur - Eg haldi, at vit eru á rættari kós, har fleiri átøk eru framd til tess at røkka málinum, at allir næmingar, eisini tey við serligum tørvi, fáa góðar umstøður at mennast, læra og trívast í fólkaskúlanum. Eg tók fyri tveimum árum síðani stig til at skipa fyri, at seta á stovn Førleikastovur í skúlum, sum hava 50 næmingar og fleiri, har endamálið er, at náms- og sernámsfrøðiliga hjálpin er á staðnum, ella so nær næminginum, sum til ber, og at næmingarnir fáa neyðuga hjálp so tíðliga sum gjørligt. Førleikastovan veitir bæði leiðslu og lærarum ráðgeving í teirra arbeiði at skipa undirvísingina, so allir næmingar fáa sínar avbjóðingar og eru partur av sosiala felagsskapinum. Førleikastovan er mannað við lærarum, sum hava serkunnleikan bæði innan lesing, serundirvísing, trivnað og læring, soleiðis at tað í vanligu skúlaskipanini skal vera møguleiki at skipa eitt mennandi og avbjóðandi læriumhvørvi til allar næmingar, sigur landsstýrismaðurin Sernámsfrøðiliga økið Bjørn Kalsø sigur, at hann fyri kortum fekk tilmæli um, hvussu sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi kann skipast, og ætlanin er at seta sjøtul á tilmæltu átøkini innan heilt stutta tíð. Ætlanin er m.a. at endurskoða lóggávuna, sum viðvíkur tí sernámsfrøðiliga økinum, har ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, ið bera brek, verður tikin við, men at hædd eisini verður tikin fyri tí serstøku føroysku skúlamentanini, og hvussu inklusjónshugsanin verður ment og sett í verk. Føroysk siðvenja hevur ikki verið at havt sertilboð/serskúla í stóran mun, so inklusjónshugtakið í føroyskum høpi snýr seg meira um, hvussu vit fáa tryggjað góðsku og menning í teimum undirvísingartilboðum, sum eru. Lutfalsliga nógvir næmingar ganga í fólkaskúlanum, samanborið við okkara grannalond, og setur hetta stór krøv til at skipa tað sernámsfrøðiliga økið, sigur landsstýrismaðurin, og leggur afturat, at hansara hugsjón er, at Førleikastovurnar í samstarvi við Sernám og eini vælskipaðari og gagnnýttari tímajáttan til økið, saman við einum felags jaligum hugburði til inklusjón, fara at skapa góðar fortreytir fyri læring, Fólkaskúlin skal, í so stóran mun sum til ber rúma øllum næmingum, sígur Bjørn Kalsø trivnaði og menning hjá øllum næmingum fólkaskúlans. Førleiki hjá lærarunum Fólkaskúlaøkið er umfatandi og fjøltáttað, men um ynski um at gera verandi fólkaskúlaskipan meira inkluderandi skal gerast veruleiki, heldur MBF tað vera neyðugt at tryggja, at lærarar fáa eftir- og víðari útbúgving soleiðis, at teir fáa neyðuga vitan um, hvussu børn, sum bera brek, kunnu verða inkluderað. Landsstýrismaðurin sigur seg sum heild hava ta fatan, at lærararútbúgvingin ger, at lærarar megna uppgávuna at virka í fólkaskúlanum, og heldur at vit mugu ansa eftir ikki at undirmeta førleikan hjá læraranum at møta og geva teimum ymisku næmingunum júst ta avbjóðing og mennandi læriumhvørvi, tann einstaki hevur tørv á í felagsskapi við onnur. Hann vísir á, at lærarar hava eina 4 ára náms- og fakliga útbúgving, og fleiri lærarir hava harumframt styttri ella longri eftirútbúgving og arbeiðsroyndir. Harafturat er møguleiki at taka linjulestur innan serøkið á Námsvísindadeildini. - Harumframt er skipanin við Førleikastovum sett í verk m.a. við tí endamáli, at inklusjón gerst natúrlig og væleydnað. Fleiri av teimum, ið starvast á Førleikastovunum, hava í síni útbúgving ognað sær serligan førleika innan inklusjón. Á Førleikastovunum verður serkunnleikin savnaður við tøttum samstarvi og tilknýti til dagliga virksemið í skúlunum, við tí fyri eygað, at "hjálpin" ella mennandi tilboðini kunnu setast í verk frá fyrsta degi, næmingurin kemur í skúla. Førleikastovan skal eisini vegleiða og ráðgeva skúlaleiðslum, lærarum og foreldrum í ser- og námsfrøðiligum spurningum, soleiðis at allir partar kunnu samstarva, sigur Bjørn Kalsø. Alsamt fleiri við serútbúgving Landsstýrismaðurin vísir á, at tey seinastu árini hava vit m.a. útbúgvið serlærarar, lesivegleiðarar, aktlærarar, orðblindalærarar og hava sett eina ssp-skipan í verk fyri allar skúlar. Eisini eru tað alsamt fleiri lærarar, sum nema sær hægri útbúgving innan eitt nú náms- og sálarfrøði, og starvast fleiri teirra í fólkaskúlanum í dag. Í samstarvi við Fróðskaparsetrið hava vit skipað eina vegleiðaraútbúgving og í heyst fara yvir 30 lærarar undir eina eftirútbúgving sum støddfrøðivegleiðarar. Eisini verður arbeitt miðvíst at fara undir eina eftirútbúgving innan orðblindaøkið í ár. Henda eftirútbúgving fatar bæði um fólkaskúlar, frítíðarundirvísing og vinnu- og miðnámsskúlar. Nám skipar eisini á hvørjum ári fyri fleiri áhugaverdum skeiðum í størri og minni vavi, har fleiri teirra snúgva seg um at samstarva um læring m.a. við at fáa allar næmingar inkluderaðar og virknar í læritilgongdini, sigur landsstýrismaðurin. Lívlong læra - Námsfrøðiliga yrkið og námsfrøðiligi førleikin verður ofta knýttur til hugtakið "lívlanga læru" - einki stendur í stað, heldur ikki vitanin um námsfrøði, so sjálvandi eru dagføringar neyðugar. Vit royna alsamt at menna eina eftirútbúgvingarskipan, har vit skipa fyri framhaldsútbúgvingum og styttri skeið. Eisini fylgja vit við gongdini í okkara grannalondum, sigur Bjørn Kalsø, sum leggur stóran dent á týdningin, at vit alla tíðina arbeiða fyri at gera skúlaskipanina rúmliga og inkluderandi, soleiðis at allir næmingar - teir sum eru fakliga væl fyri, teir við serligum avbjóðingum og øll harímillum fáa mennandi tilboð. Bjørn Kalsø sigur seg ikki ivist í, at vit í góðum samstarvi millum avvarðandi partar, rætta hugburðinum og við áliti á okkara væl útbúna fólk innan økið, kunnu koma langt. Grundleggjandi fyri framhaldi innan útbúgving MBF hevur eisini mangan ført fram, at júst grundleggjandi arbeiðið í fólkaskúlanum er fyritreyt fyri ynskinum um at tryggja øllum ungum í landinum møguleikan at fáa eitt miðnámsskúlatilboð, sama hvørjar førleikar, tey hava. - Tað er rætt, at grundleggjandi arbeiðið í fólkaskúlanum er fyritreyt fyri møguleikunum at fara víðari, men eg haldi eisini, at miðvísa tilgongdin, har málið er at tryggja øllum ungum í landinum eitt miðnámsskúlatilboð uttan mun til førleikar, er við til at varpa ljós á týdningin av einum mennandi og avbjóðandi fólkaskúla fyri øll, sigur landsstýrismaðurin og vísir á at skipaður er serflokkur innan autismuøkið í Hoydølum, umframt at alsamt fleiri og fleiri næmingar við serligum tørvi fáa ymiskan einstaklinga stuðul í samband við miðnám. Ávegis eftirmeting er eisini gjørd av sertilboðnum og vísir hon í síni heild, at skúlatilboðið er gott, men at tørvur er á einum fyrireikingartilboði til komandi serflokkar á miðnámi. Tað arbeiða vit við nú, og fyrstu næmingarnir byrja í næstum á hesum fyrireikingartilboðnum. Lógarbroyting er samtykt fyri gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar í vár, sum heimilar serliga skipaðum tilboðum fyri ung við serligum tørvi. Ætlanin er at gera somu lógarbroytingar á yrkisútbúgvingarøkinum, greiðir landsstýrismaðurin frá. Fleiri heildartilboð - Í sambandi við hesi tilboð, sum í stóran mun eiga at fata um skúla, frítíð og bústað, soleiðis at tað ymiska virksemið í gerandisdegnum hjá tí unga stuðlar hvørt annað, vísir landsstýrismaðurin á, at arbeitt verður við einum skipaðum samstarvi millum Mentamálaráðið og Almannamálaráðið. Saman eru vit farin undir eitt miðvíst arbeiði at víðka um tilboð til ung við serligum tørvi við málinum um, at fleiri heildartilboð vera við skúlaársbyrjan 2015. - Tilgongdin at tryggja øllum ungum í landinum eitt miðnámsskúlatilboð uttan mun til førleikar tekur støði í ST-sáttmálanum um rættindi hjá teimum, sum bera brek, og sum leggur upp til, at roynt verður í mest møguligan mun at skipa undirvísingartilboð í tí vanligu miðnámsskúlaskipanini, men at tilboðini eisini skulu lagast til tørvin hjá tí einstaka, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við mentamálum. Samskipað tænastur til børn við serligum tørvi Bíðitíðin til verða greinaður í barnapsykiatriini er stytt, men er tilsvarandi meira orka latin Sernámi, soleiðis at bíðitíðin ikki bert er flutt hagar? Hendan spurning settu vit Bjørn Kalsø, landsstýrismanni við mentamálum, sum svarar: - Samgongan hevur sett 1,5 mió. kr. av til Psykiastriska Depilin fyri at stytta um bíðilistarnar til greining av børnum og ungum. Við hesum verða fleiri og fleiri geinað og fáa staðfest ein serligan tørv. Hetta hevur havt við sær, at tørvurin á at skipa sernámsfrøðilig átøk og tilboð kring landið økist, tí at tørvurin nú gerst meira sjónligur og ítøkiligur. Men hetta er ein jalig gongd, tí við neyvari staðfesting, hava vit eitt tryggari grundarlag at seta rætt inn. Í mun til Psykiatriska Depilin, so "diagnostiserar" Sernám ikki. Tí er eingin bíðilisti til "diagnostisering" á hesum øki á Sernámi. Men Sernám ger eygleiðingar, veitir sálarfrøðiliga- og námsfrøðiliga tænastu og veitir ráðgeving bæði í mun til tann einstaka, stovnin ella skúlan og til hesar tænastur er bíðilisti. Hetta víðfevnda arbeiðsøkið saman við uppgávuni at seta røttu stuðulstiltøkini í verk, eisini eftir at næmingar eru greinaðir á Psykiatriska Deplinum, er stóra avbjóðingin á Sernámi, tí tað vísir seg, at tørvurin bara økist við tíðini. - Játtanin til stuðulstímar til næmingar við serligum tørvi í fólkaskúlanum er í tí sambandi hækkað, umframt at játtanin til námsfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing í fólkaskúlanum er raðfest við stovnsetanini av Førleikastovunum fyri 2 árum síðani. Játtanin til hetta virksemið hækkaði eisini í fjør. Men hóast økta játtan til sernámsfrøðiliga økið, er skipanin enn ikki heilt nøktandi eftir mínum tykki. M.a. má arbeiðast við at bíðitíðin at koma til sálarfrøðing og eygleiðing á Sernámi, sum kann verða eitt ár, styttist munandi. Helst niður í ein mánaða og í mesta lagi tríggjar mánaðar. Hesum máli arbeiða vit ítøkiliga við at fáa loyst við m.a. eini umskipan av tí sernámsfrøðiligu skipanini. Eg havi fingið tilmæli um, hvussu vit kunnu skipa tað sernámsfrøðiliga økið, soleiðis at orkan í størri mun kemur at gagna børnum og ungum við serligum tørvi. Og ætlanin er at íverkseta fleiri av tilmæltu átøkunum. Tað er eisini sera umráðandi, at allir partar, sum varða av ungum við serligum avbjóðingum, samstarva um eina góða tænastu. Og fyri at fáa hetta neyðuga samstarv í lag, arbeiða vit m.a. í Mentamálaráðnum saman við Almannamálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Kommununum og avvarðandi við verkætlanini "Tann góða tilgongdin". Henda verkætlan hevur sum mál at fáa samskipað tænasturnar til børn við serligum tørvi, har útgangsstøðið í fyrstu atløgu er innan autismuøkið, men sum eisini fer at fevna um onnur øki. Arbeiðið er um at vera liðugt og verður handað okkum ein av fyrstu døgunum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Eitt mennandi skúlatilboð Á Rásini við Heiðavegi 67 í Runavík hava sjey ungfólk sín bústað sum eisini er skúli teirra. Rásin er ein samdøgurs- stovnur til ung við menningartarni, sum hava fylt 18 ár, og eru væl fyri. Leiðari á Rásini, hetta seinasta árið, er Sonni Óli Djurhuus, sum er útbúgvin lærari. Áðrenn Sonni var liðugur við læraraútbúgvingina varð heitt á hann um at gerast landsliðsvenjari hjá ÍSB - Ítróttarsambandinum fyri Brekað, og hevur tað ivaleyst verið í tí høpi at áhugin fyri at arbeiða við fólki, sum bera brek, birtist av álvara, heldur hann sjálvur. - Eg hevði ikki virkað so tætt saman við fólki, sum bera brek áður, men tað var so skjótt at hesi fólk søgdu mær nakað. Kemiin var har, sum Sonni málber seg, og hann leggur afturat, at so hvørt tú gevur hesum fólkum álit, blómar teirra sjálvsálit. Hetta var og er framvegis lívsjáttandi, og tað gjørdist ein dreymur hjá mær, at eg einaferð kundi arbeiða við hesum fólkum burturav. Hendan møguleika fekk eg við hesum starvinum, og eg var skjótur til at taka av. Hetta hevur verið ógvuliga avbjóðandi og spennandi, og hugaligt at síggja hvussu mikið menningartarnað kunnu mennast. Jú, bókliga er eitt mark, men í aðrar mátar er als einki mark fyri menning, sigur Sonni. Góðar umstøður Teir sjey næmingarnir á Rásini eru úr 18 til 25 ára aldur og eru ymsastaðni úr landinum. Húsið gevur pláss til sjey næmingar, og til tess kunnu karmarnir neyvan hugsast betri, heldur Sonni. Sama við uttandura umstøðunum. Stórt øki er uttanum húsini, har næmingarnir gróðurseta ymiskt, eitt nú grønmeti. Somuleiðis ger skúlin nógv burturúr at vitja á ymiskum arbeiðsplássum, og eru við til ymisk mentanartiltøk eins og útferðir verða gjørdar. Í sambandi við at næmingarnir, sum nú eru á skúlanum, verða lidnir næsta summar, skipa tey til várs fyri eini uttanlandsferð. Skúli og bústaður hvørt sær Tað er tó eitt sum Sonni kundi hugsað sær øðrvísi. Tað er at undirvísingin og bústaðurin vóru hvørt sær. - Eg haldi at vit eiga at fata skúla sum skúla og eitt heim fyri eitt heim. Vit eiga at fara heimífrá í skúla, og so koma heim aftur eftir skúlatíð. Júst tí eru vit eisini fegin um at hava fingið eitt so gott samstarv við skúlan við Løkin, har vit hava fleiri lærugreinir. Endamálið við skúlatilboðunum er at fáa at vita hvussu mikið næmingarnir kunnu mennast bókliga, og væl gongst hjá fleiri teirra. Umráðandi er hjá okkum altíð at hava í huga hvørjar teirra veiku og sterku síðurnar eru, soleiðis at tey fáa sum mest burturúr, og at tey eftir skúlalok standa við einum prógvi í hondini. Tað verið seg bókligt ella eitthvørt praktiskt í arbeiðshøpi. Tað ger tað lættari hjá næmingunum at koma víðari tá tey siga skúlanum farvæl, sigur Sonni. Eitt ár í starvsvenjing Eins og næmingarnir í vanliga fólkaskúlanum fara í starvsvenjing gera eisini næmingarnir á Rásini tað. Munurin er bert tann, at meðan onnur eru í starvsvenjing burturav eina tíð, so eru næmingarnir á Rásini í starvsvenjing ein dag um vikuna í eitt heilt skúlaár, og tað heldur Sonni vera ein fyrimun fyri sínar næmingar. Á hendan hátt fáa næmingarnir eitt meira støðugt samband við arbeiðsplássið, og hava kanska eisini ein betri møguleika at kunna halda fram eftir at tey eru farin úr skúlanum, sigur Sonni sum leggur hesum arbeiðsplássum eina við at fara við næmingunum í starvsvenjing eins og við hinum starvsfólkunum, og afturmeldingarnar frá arbeiðsplássunum eru góðar. Bókligi parturin minni Tað kemur meira enn so fyri, at tey á Rásini fáa ynski frá foreldrum at næmingum, at ein størri partur verður nýttur til bókliga undirvísing og viðhvørt sama ynski frá eitt nú Javna. Sonni setur sær spurningin: Hvat er skúli? - Læran til lívið er eisini ein skúli. Lívsins skúli. Eftir mínari áskoðan eigur hin bókligi parturin í mesta lagi at vera ein triðingur av samlaða innihaldinum. Hin sosialpedagogiski parturin skal avgjørt fylla mest. Tað at næmingarnir læra at klára seg sjálvan, og megna dagligdagin, so kemur hin bókligi parturin afturat. Bókligi parturin skal sjálvandi eisini altíð laga seg eftir støði hjá tí einstaka næminginum, sigur Sonni. Fáa bústað Sambært setningi skúlans skal Rásin veita næmingunum eitt heildartilboð. Umframt skúla, hesi trý árini, skulu næmingarnir eisini hava møguleika at fáa eina íbúð og arbeiði eftir lokið skúlaskeið. Við íbúð hevur verið rættiliga trupult, men Sonni roknar ikki við stórvegis trupulleikum í so máta, tí bæði Almannaverkið og Bústaðir eru farin undir at byggja íbúðir, harav nakrar eru ætlaðar fólki við skerdum førleika. Tá tað snýr seg um arbeiði er Sonni eisini bjartskygdur. Eingin sigur at fólk við skerdum førleika skulu í eitt 40-tíma starv um vikuna. Megna tey millum 5 og 18 tímar um vikuna er tað frálíkt, tí ansast má eftir at ikki ov stórt trýst verður lagt á hesi fólkini, men at tað tey gera, megna tey væl og tað hækkar um lívsgóðskuna hjá tí einstaka, tí hann følir, at hann ger eitt gott arbeiði. Fólkaskúlin - serskúli Nógv verður tosað um at gera fólkaskúlan meira inkluderandi so møguleiki er at bjóða øllum mennandi og avbjóðandi skúlatilboð. Eisini teimum sum hava serligan tørv. Sonni er meira ivingasamur. - Sjálvur havi eg ein dreym um at alt brekaðøkið verður umskipað. Vit eiga at seta á stovn eina serliga tilrættalagda útbúgvingarskipan fyri tey, sum ikki megna at fara beinleiðis úr 10. flokki og í miðnám. Hesir næmingar kundu farið í eina serliga skipan, har tey vera loftaði og fáa ment sínar sosialu, praktisku og heilsuligu evnir fyri síðan at fáa møguleika til eina bókliga/praktiska útbúgving. Flestu teirra sum koma inn á Rásina hava eina ringa søgu tá tey koma her. Skúlin hevur verið ein fiasko sum ikki hevur givið teimum nóg góða rúmd. Í hesi serligu skipanini kundu tey verið ment soleiðis, at tey síðani kundu fingið tilboð um framhaldandi skúla, tað veri seg miðnám ella einhvørja læru sum hóskar teimum best. Eg eri sannførdur um, at best er fyri fólk sum bera brek, at tey eru saman við sínum javnlíkum og har trívast og mennast. Inklutiónsspurningurin er alt annað enn einfaldur. Í mínum hugaheimi ræður um at menna næmingin so mikið í teimum førleikum hann er góður til, at hann kann fara út í samfelagið og megna nøkur økir á jøvnum fóti millum onnur, sigur Sonni sum heldur, at viðhvørt kann næmingurin verða ekskluderaður fyri síðani at verða inkluderaður. Eftir at hava starvast í handilsvinnuni í nøkur ár fór Sonni á læraraskúla, haðani hann tók prógv í 2003. Starvaðist fyrst eitt ár á Skt. Frants Skúla, og fór síðani til Danmarkar, har hann fyrst starvaðist á einum serskúla og síðani í fólkaskúla. Heimafturkomin í 2006 starvaðist hann 3 ár sum lærari í Norðskála-Oyra skúla, har hann síðani virkaði sum skúlastjóri í tvey ár. Eftir hetta var hann lærari á Ósaskúlanum í Klaksvík til hann í fjør fekk starvið sum leiðari á Rásini. Sonni hevur sostatt í sínum lærarastarvi upplivað ymiska skúlamentan, sum hann sjálvur heldur hevur givið sær góðan førleika í hesum starvinum á Rásini, sum hann nú situr í. Hann hevur eisini, sum landsliðsvenjari hjá ÍSB í 12 ár, fingið gott innlit í viðurskifti hjá fólki sum bera brek. Leiðarin á Rásini heldur, at her er eisini ein spurningur um at brúka pengarnar rætt. Eitt tílíkt tilboð við eini serligari tilrættalagdari útbúgvingarskipan kundi kanska verið bíligari og enntá betri enn at fáa flest møgulig í vanliga skúlan við øllum tí sum tá krevst av stuðli og serligum skipanum. Hugsið fyrst um næmingin - Sagt verður at fólkaskúlin skal vera fyrimyndin, men heilt greitt er tað, at fólkaskúlin hevur ikki megnað nóg væl fólkini við serligum tørvi. Eg havi sjálvur eitt barn sum hevur serligan tørv og kenni tað av royndum. Tað kann vera munandi betri í einum serskúlaflokki. Við tí er ikki sagt, at viðkomandi næmingur ikki kann luttaka í ávísum lærugreinum í vanliga skúlanum, sigur Sonni sum mælir staðiliga til fyrst og fremst at hugsa um næmingin og hvar hann trívist best. Grundleggjandi handlar tað um at taka útgangsstøðið í tí næmingurin megnar og tora at siga, at viðhvørt má man ekskludera fyri at inkludera. - Tey avvarðandi ynskja mangan meiri enn tað barnið megnar. Her skal man vera professionellur. Trupulleikin hjá avvarðandi er mangan at góðtaka at tað er eitt mark, men tess skjótari foreldur viðurkenna, at mark er fyri hvat barnið megnar, tess lættari verður at skilja tað, sigur leiðarin á Rásini. Víðkið tilboðið Skúlaskeiðið er trý ár og orsakað av avmarkaðum plássi tekur skúlin nýggjar næmingar inn bert triðja hvørt ár. Tilboðið er so mikið gott við Rásini, at Sonni heldur tað vera bæði synd og skomm at tað ikki ber til at taka næmingar inn á hvørjum ári, tí tørvurin er á tí, men hann sigur seg hóma glotta framman stavn. Sjálvur hevur hann mælt til at víðka tilboðið. Verandi hús er ov lítið til tess, og hann mælir tí til at skúli og næmingabústaður verða hvør sær, og til tess er arbeiðsbólkur settur at nágreina hvat best er at gera, sigur Sonni Óli Djurhuus, skúlaleiðari á Rásini. Rásin - ein menningarstovnur til ung við menningartarni Í 2005 varð Rásin sett á stovn sum ein royndar- ætlan. Í 2008 vóru teir fyrstu næmingarnir lidnir við skúlan. Royndar- ætlanin eydnaðist so mikið væl, at avgjørt varð at hetta skuldi vera ein varandi loysn. Í endamálsorðingini fyri Rásina verður sagt, at endamálið við stovninum er, at tey ungu fáa ment sínar førleikar, so tey eftir lokið skúlatilboð kunnu liva eitt sjálvstøðugt lív bæði persónliga, sosialt og í arbeiðslívi. Skúlatilboðið skal geva næmingunum møguleika at menna sosialar, persónligar og kensluligar førleikar, at ogna sær fatan um lívið og tess møguleikar. Næmingarnir skulu hava fjølbroyttar menningarmøguleikar, sum styrkja teirra sjálvsálit, sjálvsvirði og gera teir tilvitaðar um egnar møguleikar og avmarkingar, so teir kunnu hava ávirkan á egið lív. Skúlatilboðið skal styrkja og varðveita netverkið hjá næminginum, so næmingurin m.a. kann knýta nýggj vinarbond og varðveita verandi vinarbond. Stovnurin skal eftir tørvi veita næminginum ráð og hjálp, tá ið næmingurin fær vitjan og fer á vitjan, og hjálpa næminginum at kunna familju og vinir um, hvat hendir á Rásini. Um skúlatilboðið verður m.a. sagt, at Rásin veitir næmingunum eitt heildartilboð, sum fatar um bústað, skúla og arbeiði og at innihaldið er í høvuðsheitum verklig læring og menning við støði í førleikunum hjá tí einstaka. Heilsa, menning og endurmenning Á heilsuøkinum vísir MBF á, at í Føroyum er eingin lóg um menning og endurmenning. Fyri fólk, sum bera brek, eru hesar tænastur rættiliga umráðandi, tá ið tær skulu stuðla undir, at borgarin gerst sjálvbjargin og kann endurvinna nakrar av teimum førleikum, hann hevur mist. Somuleiðis heitir MBF á landsstýrið at skipa so fyri, at bíðitíð innan barnapsykiatriina styttist. Síðan frágreiðingin varð send inn í januar, er bíðitíðin til barnapsykiatriina munandi stytt. MBF-blaðið hevur spurt Karsten Hansen, landsstýrismann við heilsumálum, um man ikki bara hevur flutt avbjóðingina viðvíkjandi bíðitíð til barnapsykiatriina frá Heilsumálaráðnum til Sernám? Soleiðis at skilja, at barnapsykiatriin bert greinar og ger tilmæli til Sernám. Karsten Hansen greiðir frá, at seinnu árini eru fleiri og fleiri børn ávíst til greiningar og viðgerð á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. - Tá eg tók við sum landsstýrismaður á heysti í 2011 var greitt, at bíðirøðin til greiningar og viðgerð var long og at bíðirøðin bara øktist, tí fleiri børn vóru ávíst til greiningar enn depilin megnaði at fáa útgreinað. Eg skal tó beinanvegin gera vart við, at tey við akuttum tørvi sjálvandi sluppu fram at beinanvegin, meðan onnur máttu bíða upp í tvey ár, ja nøkur heilt uppí hálvt triðja ár. Hetta var ein álvarslig, fyri ikki at siga hættislig, støða. Rætt og slætt ein vanlukka fyri børnini og avvarðandi teirra, tí greiningin á Psykiatriska deplinum er fyri mong fyrsta stigið í eini viðgerðar- og hjálpartilgongd. Sagt eitt sindur fýrakantað, so fáa vit ikki veitt røttu hjálpina og neyðuga stuðulin fyrr enn barnið hevur verið til greiningar, sigur Karsten Hansen, sum ásannar, at greiningin kann ikki standa einsamøll, men skal fylgjast upp við møguligari medisinskari viðgerð, terapi, hjálpartiltøkum og stuðli annars. Hetta krevur at avvarðandi myndugleikar - tað verið seg heilsuverk, skúlaverk, sernámsfrøðin, almannaverk og kommunur taka ábyrgd fyri sínum øki og ikki minst samstarva um innsatsin til børnini. Bíðirøðin burtur - Tann góða søgan er, at vit við eini meirjáttan á 1,5 mió. krónur árliga, og við góðum samstarvi við Landssjúkrahúsið, uppá tvey ár hava minkað bíðirøðina úr 161 niður í eini 25 børn. Reelt merkir tað, at bíðirøðin at koma til greiningar er burtur, og verður tú ávístur til psykiatriska greining, kanst tú rokna við at sleppa framat innan tríggjar mánaðir. Árliga verða umleið 70 nýggj børn ávíst til greiningar á Psykiatriska deplinum. Nógv børn, men ikki øll, sum hava verið til greiningar mugu fáa hjálp aftaná. Tað er sum vera man ymiskt hvussu stóran tørv tey hava. Ta hjálpina skulu tey fáa ymsastaðni frá. Eg skilji, at ikki øll fáa tilboð beinanvegin og hevur eitt nú Sernám eina avbjóðing. Men eg veit eisini, at børnini fáa viðgerð í heilsuverkinum, hjálp í skúlanum stuðul frá Almannaverkinum og kommunum kring landið. So børnini fáa hjálp, hóast onkur fløskuhálsur er, sigur landsstýrismaðurin. Rúm fyri bata - Í mun til at samskipa innsatsin til børn við serligum avbjóðingum, so hava vit í politisku skipanini ásannað, at rúm er fyri bata. Fyri at bøta um samstarvið settu vit á vetri 2012 skjøtul á umfatandi og ambitiøsa arbeiðið, sum vit rópa "Tann góða tilgongdin". Talan er um eina verk ætlan, har støðið verður tikið í familjuni, sum hevur eitt barn við avbjóðingum. Hendan tilgongdin hevur givið stovnum og myndugleikum annars nýggj sjónarmið og nýggj hugskot at loysa tær avbjóðingar, sum ein familja við einum barni - í hesum føri við autismu - møtir í gerandisdegnum. Tað eru landsstýrisfólkini í heilsu, almanna- og mentamálum, sum í felag hava tikið stig til arbeiðið. Arbeiðið er um at vera liðugt og verður handað okkum fyrsta dagin, greiðir Karsten Hansen frá. Endurvenjing Blaðið spurdi eisini landsstýrismanin við heilsumálum hvussu langt arbeiðið við at gera lóg um menning og endurmenning er komið, og nær verður tað liðugt? Til tað sigur landsstýrismaðurin, at nýggj lóg um endurvenjing er á veg í tingið og kemur eftir ætlan í gildi 1. januar 2015. - Tað hevur leingi verið víst á, at tørvur er á betri tilboðum til fólk, sum orsakað av sjúku ella skaða fáa tørv á endurvenjing. Eitt nú verður víst á, at tvørrandi samband er ímillum spesialiseraðu endurvenjingina inni á sjúkrahúsunum, sum verður veitt í sambandi við innleggjan, og uppfylgjandi endurvenjing veitt aftaná at fólk verða útskrivað av sjúkrahúsiðð. Eisini kenna vit trupulleikan, at sjúklingar, sum hava fingið viðgerð og endurvenjing uttanlands, ikki fáa nøktandi tilboð, tá tey koma heim til Føroya, sigur Karsten Hansen og leggur afturat, at yvirskipað er tørvur á eini tvørsektoriellari heildarætlan fyri endurmenning, sum eisini varð víst á í frágreiðingini um Heilsunýskipan, sum varð viðgjørd í november í fjør. Málið er gylt. Vit skulu etablera hjálparskipanir, viðgerðir og endurvenjing, sum í fyrra lagi skulu forða fyri, at fólk í arbeiðsvirknum aldri missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og í øðrum lagi eru so munagóðar, at fólk ikki fáa tørv á varandi hjálp, sigur landsstýrismaðurin sum kann boða frá, at lógaruppskotið, sum fer í Løgtingið í heyst, kann síggjast sum eitt fyrsta stig á leiðini til at fremja hesa heildarætlan. Fleiri tíðarhóskandi bústaðir - og størri valfrælsi til brúkaran Eitt mál, sum MBF hevur varpað nógv ljós á er hóskandi íbúðarmøguleikar til fólk sum bera brek, sum felagið eisini nýtir høvið til at taka við í frágreiðing síni. MBF førir fram tann natúrliga rætt tað átti at verið at eisini fólk, sum bera brek, hava rætt til at avgera hvar og saman við hvørjum, tey vilja búgva. Bíðitíðin eftir eini hóskandi íbúð er alt ov drúgv, og tænastustøðið, meðan tey bíða, kann vera lágt. Felagið finst eisini at teimum tænastum, sum verða veittar í vardum íbúðum, sum sjáldan eru stýrdar av brúkaranum sjálvum. Felagið heitir á landsstýrið um at byggja tíðarhóskadi bústaðir kring landið. Eisini vísir MBF á ta mangan truplu støðuna sum fólk, ið bera brek, koma í tá verkfall er, og noyðast at flyta úr sambýlum ella vardum bústøðum. MBF-blaðið hevur spurt Anniku Olsen, landsstýriskvinnu við almannamálum hvørjar ætlanir hon hevur fyri at bøta um og broyta hesi viðurskiftini? Annika Olsen, landsstýriskvinna leggur stóran dent á týdningin av at sjálvsavgerðarrætturin hjá fólki við serligum avbjóðingum skal virðast í størst møguligan mun í øllum lívsins viðurskiftum. - Tað eigur at vera ein rættur hjá øllum borgarum at hava ávirkan á hvar tú býrt, hvussu tú býrt og saman við hvørjum tú býrt. Í Føroyum hava vit tó ein sera einstáttaðan bústaðarmarknað, og tískil eru valmøguleikarnir hjá okkum føroyingum avmarkaðir, tá tað kemur til bústað. Tí fegnist eg um, at vit nú hava fingið ein bústaðarpolitikk við tí endamáli at fáa ein meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað, sum vónandi eisini kemur at geva hvørjum einstøkum føroyingi størri valfrælsi. Eisini fegnist eg almikið um, at glið nú av álvara er komið á arbeiðið hjá felagnum Bústaðir við at byggja leiguíbúðir kring landið soleiðis, at bústaðarmøguleikarnir gerast fjøltáttaðir, sigur landsstýriskvinnan. Annika Olsen ásannar, at bútilboðini, sum í dag verða veitt fólki við serligum avbjóðingum, eru eisini einstáttaði og avmarkaði, og tí fegnast hon um teir batar, sum eru ávegis í løtuni. - Vit hava fingið gongd í byggingina av vardum bústøðum kring landið. 24 vardir bústaðir verða í løtuni bygdir í ávikavist Runavík og Klaksvík, og 8 íbúðir standa lidnar í Klaksvík í ár, ætlað fólkum við serligum avbjóðingum. Ein depil til fjølbrekað stendur liðugur í Runavík í ár, eins og gongd er sett á at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni. Størri valfrælsi - Tað er ongin loyna, at tað er bíðilisti at fáa bútilboð og tað er heldur ongin loyna, at nógv av teimum bústaðartilboðum, sum verða veitt í dag ikki liva upp til tann standard, sum vit í dag krevja av okkara bústaði. Hesi viðurskifti hava eisini ávirkan á, hvørja tænastu Almannaverkið kann veita og hvørji atlit Almannaverkið noyðist at taka, tá eitt nú bútilboð verða tillutað borgaranum. Tað er hugsandi at atlit til onnur búfólk og samanseting av búfólki bæði í mun til aldur og brek mugu víkja í mun til, at talan kann vera um eina bráðfeingisstøðu, har ein borgari má flyta inn tí nú er eitt pláss tøkt, sigur landsstýriskvinnan sum vónar og væntar, at tann nýbygging, sum fer fram í løtuni og í komandi árum, kemur at viðføra, at eisini fólk við serligum avbjóðingum fáa størri valfrælsi, tá tað kemur til bústað. Gongst sum ætlað verða komandi árini áleið 60 nýggjar vardar íbúðir og umlættingarpláss til fólk við serligum avbjóðingum fleiri at velja ímillum, og tá eru íbúðirnar sum Bústaðir byggir ikki taldar við. Gerandisdagur við innihaldi Annika Olsen sigur, at tað snýr seg ikki einans um betong og fasadur, men eisini um at geva búfólkunum møguleika fyri at hava ein aktivan og innihaldsríkan gerandisdag eins og øll modernaði menniskju ynskja í dag. - Vit hava eisini ábyrgd av, at fólk við serligum avbjóðingum mennast, og at teirra sjálvsavgerðarrættur verður virdur. Tað eru tó viðurskifti, sum krevja eina hugburðsbroyting bæði hjá búfólki, starvsfólki og eisini avvarðandi hjá búfólkum. - Almannaverkið er farið undir arbeiðið við at fremja hesa hugburðsbroyting í verki, og tað er so mín uppgáva sum landsstýriskvinna at syrgja fyri, at tey fáa karmar, sum stuðla undir hesum, sigur landsstýriskvinnan, sum ber leiðslu og starvsfólki í Almannaverkinum stórt rós fyri, at tey hvønn dag gera gerandisdagin á bústaðinum so góðan og innihaldsríkan sum búkarmarnir loyva. - Sum landsstýriskvinna havi eg verið á vitjan á nógvum sambýlum kring landið og eg má siga, at tað altíð er innbjóðandi og hugnaligt at koma inn og tykjast búfólkini at vera glað og nøgd - hóast karmarnir ikki altíð eru teir bestu. Eg fegnist eisini almikið um, at Almannaverkið í heyst fer at royna eina BPA-líknandi skipan á tveimum sambýlum. Búfólkini fáa við hesi skipan nakrar starvsfólkatímar um vikuna, sum tey sjálvi ráða yvir, og sum tey kunnu brúka til tað sum tey ynskja at brúka tað til. Tað er mín vón at royndin kemur at eydnast væl, og at tað í framtíðini verður ein skipan, sum øll búfólk kunnu brúka. Almannaverkið er eisini farið undir eina tilgongd við at styrkja um møguleikan hjá búfólki og avvarðandi at hava ávirkan á innihaldið í tilboðunum. Hetta verður gjørt við at borgara- og avvarðandi ráð verða skipaði í teim ymsu eindunum kring landið, sigur Annika Olsen. Trupult tá verkfall er MBF hevur eisini víst á ta mangan truplu støðu sum fólk, ið bera brek, koma í tá verkfall er, og noyðast at flyta úr sambýlum ella vardum bústøðum, og spyr landsstýriskvinnuna hvat hon kann gera í so máta. Til hetta sigur landsstýriskvinnan, at støðan, sum búfólkini komu í, í sambandi við verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag, var sera óheppin, og hon metir, at best var um partarnir á arbeiðsmarknaðinum tryggjaðu, at hetta ikki kom fyri aftur. Vísa vilja í verki Føroyingar tosa ikki longur um, hvørji rættindi tey, ið bera brek, skulu hava. Við ST sátt-málanum eru hesi rættindi staðfest. Heldur enn at tosa um hvørji rættindini eru, so er farið at arbeiða við, hvussu hesi rættindi verða víst í verki. Ella er tað nú so? Víst er breið semja um, at vit eiga at tryggja øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi fyri øll fólk, ið bera brek, við ongum mismuni av nøkrum slagi, grundað á brekið. Tó er skrivliga ella breiða munnliga semjan í sjálvum sær ikki nóg mikið. Hesi rættindi skulu ikki skiljast sum ein vinarlig gerð ella eitt hampiligt ynski, men sum ein grundleggjandi og natúrligur partur av einum vælferðarsamfelagi. Óneyðugt eigur at vera at berjast fyri hesi rættindi, men heldur eigur hann at vera eins natúrligur, sum at allir føroyingar sjálvsagt hava rættindi til fríska luft og reint vatn. ST sáttmálin gevur ikki nýggj rættindi. Sáttmálin neyvlýsir hinvegin, hvussu londini, sum hava undirskrivað sáttmálan, skulu tryggja verandi, grundleggjandi mannarættindi, tá ið tosað verður um fólk, sum bera brek. Tí hevur sáttmálin týdning, tá ið lýst skal vera, hvussu einstøk øki í samfelagnum skulu forða fyri, at fólk, sum bera brek, verða diskriminerað og soleiðis, at rættindi teirra verða vird. Sum vit týðiliga síggja í føroyska samfelagnum, so broytist hugburðurin til tey, sum bera brek, við tíðini. Tó eiga vit ikki at steðga á, tí enn er nakað á mál. Vit vilja burtur frá, at synd verður tikið í teimum, sum bera brek. Nei, eins og aðrir føroyingar, eru tey einstaklingar við sama rætti at verða góðtikin sum fullgildigir borgarar av føroyska samfelagnum. Gott er, um onnur vænta nakað av teimum og best er, um røtt krøv verða sett teimum. Við røttu umstøðunum eru tey týðandi samfelagsligt tilfeingi. Málið hjá einum og hvørjum vælferðarsamfelag er jú, at borgarar liva eitt virkið lív, sum gevur møguleika at gerast so sjálvbjargin sum gjørligt. Ofta verður sagt, at eini 10% av borgarunum bera brek. Viðurskifti hjá hesum er tó ikki bara ábyrgd hjá politisku skipanini, men øllum borgarum, tí tað er júst einstaki føroyingurin, sum avger hugburðin mótvegis teimum. Tilfarið í hesum MBF blaðnum er merkt av ST sáttmálanum og ferðini MBF gjørdi til Geneve við skuggafrágreiðingini. Spennandi hevur verið at fylgt við gongdini og eisini tí, sum seinastu mánaðirnar er sett á skinnarar. Víst er áhugin til staðar, men enn er nakað eftir at vísa vilja í verki. Løgmaður og landsstýrisfólk eru á einum máli um, at ST sáttmálin eigur at vera vegvísarin til eitt betri samfelag fyri fólk, sum bera brek. Hesi fáu orð við vón um eitt gott samfelag fyri allar føroyingar og eg ynski tær góðan lesihug! Skipan við fylgjarakorti til fólk, ið bera brek Fyrsta januar 2015, varð skipanin við fylgjarakortum sett í gildi í Føroyum, og vóru tað stovnar undir Mentamálaráðnum og Vinnumálaráðnum, sum vóru fyrstir við í skipanini. Síðani eru Smyril Line og kommunurnar eisini komin við í skipanina eisini. Hvat er fylgjaraskipan og fyri hvønn er skipanin? Í Føroyum hava vit fólk sum bera brek og sum eru nóg illa fyri til, at um tey skulu út til tiltøk, ella um tey skulu út at ferðast, eru tey noydd at hava fylgjara við. Í nógvur førum er tað ov kostnaðarmikið hjá hesum fólkum at ferðast ella at luttaka í tiltøkum, har tey bæði skulu gjalda fyri seg sjálvan og fyri fylgjaran. Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og hava tørv á fylgjara, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerki fyri fylgjaran. Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálarligt brek og er ikki treytaður av aldursmarki. Fyri at fáa fylgjarakort er neyðugt at skjalprógva tørvin við í minsta lagi einum av niðanfyristandandi skjølum ella játtanum: Læknaváttan Útgangsstøðið er, at tørvurin skal verða skjalprógvaður við læknaváttan frá egnum lækna. Góðkenning til ymsar almennar veitingar Læknaváttan krevst tó ikki, um umsøkjari kann skjalprógva, at viðkomandi er góðkendur at fáa eina av niðanfyristandandi veitingum ella hevur góðkendan limaskap. - Bútilboð á stovni ella sambýli - Parkeringsskelti fyri fólk, ið bera brek - Játtan um stuðul til at keypa bil, sbrt. kunngerð um stuðul til at keypa bil o.a. sbrt. forsorgarlógini - Viðkomandi er limur í Blindafelag - Føroya. (Talan skal vera um fullan limaskap, ið er treytaður av, at eygnalækni váttar, at sjónin er undir 10%. Talan er sjálvsagt ikki um stuðulslim) Fylgjarakortið hevur gildi í 3 ár. Eftir hetta skal tað endurnýggjast við at senda inn nýggja umsókn saman við haldgóðum skjalprógvi fyri tørvin á fylgjara. Kortið er galdandi á øllum støðum, har MBF hevur gjørt avtalu við myndugleikar, feløg og onnur. Kortið skal nýtast sum skjalprógv fyri, at kortánarin hevur tørv á at hava fylgjara við sær, tá ið viðkomandi ferðast ella luttekur í tiltøkum. Kortánarin skal gjalda fyri seg, men við at vísa fram kortið, tá ið goldið verður, hevur viðkomandi rætt at hava í mesta lagi ein fylgjara við sær og onki gjald verður tá tikið fyri fylgjaran. Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) hevur um hendi alla umsiting av fylgjarakortinum. Umsókn um fylgjarakort skal fyllast út á serligum skjali, ið fæst við at venda sær til MBF á annaðhvørt www.mbf.fo ella á skrivstovuni á Íslandsvegi 10 C í Tórshavn. Umsóknarskjalið verður at senda til MBF, sum viðger umsóknina og tekur avgerð um, hvørt fylgjarakort verður útflýggja umsøkjara. Enn eitt stig á javnrættindaleiðini Í sambandi við at avtala millum kommunurnar og Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum viðvíkjandi fylgjarakorti varð undirskrivað, helt Tóra við Keldu, forkvinnan í MBF, hesa røðu: - Í dag er avtalan ímillum kommunurnar og Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum viðvíkjandi fylgjarakorti undirskrivað. Við hesum er gjørd avtala um, at stovnar, sum fáa rakstrar- og stuðulsjáttan frá kommununi, binda seg til at ganga í eina skipan við fylgjarakorti sambært leiðreglum fyri fylgjarakort til fólk, ið bera brek. Hetta er ein stórur dagur fyri MBF, og er eisini eitt framhald av teimum avtalum, sum vit longu hava undirskrivað við Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Almannaráðið og Smyril Line. Havi hug at halda, at góðskan av lívinum kann mátast eftir, hvussu atkomuligar umstøður okkara í gerandisdegnum eru. Her hugsi eg sjálvandi um atkomu í breiðum týdningi. Her kemur fylgjaraskipanin eisini inn. Avtalan er eitt frambrot, men eisini grundleggjandi neyðugt, um allir føroyingar skulu vera við á jøvnum føti. Síðani er tað likamlig atkoma. Tá tosa vit um hurðavíddir, skráar, lyftur, gáttir, rúmlig vesi og tað, sum í sjálvum sær kann vera ein forðan fyri, at allir føroyingar kunnu vera við. Hugsið tykkum, tit sum hava undirskrivað fylgjaraavtalu við MBF, um tit øll skuldu gjørt kraftlop, áðrenn tit sluppu á ársfundin hjá Kommunufelagnum í dag. Ella lopið hæddarlop fyri at koma inn um hurðina. Ja, eg veit ikki, hvussu mong vit høvdu verið. Møguliga er ov sjáldan, at vit, sum megna at ganga í trappum, upp um høgar gáttir, toga í tungar hurðar síggja, hvussu ótrúliga skjótt tað er at kenna seg óynsktan og bara muga viðurkenna, at eg kann ikki vera við. Eg veit, at tað er ikki tað, vit siga, men tað er tað, vit í ávísum støðum, vísa. Atkomuviðurskiftir í og við bygningar vera í dag skipað í kunngerð nr. 13 frá 10. februar 2012. Tað verður ongantíð sagt ov ofta og týðiliga, hvussu stóran týdning tykkara uppgáva sum kommunur er. Tit eru byggivaldið og tískil góðkennandi byggimyndugleiki og hava eftirlit við, um bygt verður eftir góðkendum byggiloyvi og galdandi reglum. Hetta er galdandi, tá ið nýggir almennir bygningar verða bygdir. Kunngerðin hevur ikki ásetingar um revsing orsakað av, at tað ikki er heimild í býarskipanarlógini til revsiásetingar. Royndirnar hjá okkum í MBF eru, at flest øll vilja byggja atkomuligt. Hetta er eisini eitt av hjartamálunum hjá MBF, at likamlig atkoma verður tikin í álvara. Her hugsi eg eisini um gamlar bygningar - tí er ikki altíð so nógv, sum skal til. Vit skulu fyrst og fremst venja okkum at hugsa, at sjálvsagt skulu allir føroyingar hava sama møguleikan at koma inn og vera við. Áhugin fyri fylgjarakorti er stórur. Í dag hava 65 brúkarar fingið kort og kunnu njóta gott av fylgjaraavtalunum. Eg vil fegin takka tykkum í Kommunufelagnum hjartaliga fyri vælvild og vilja at gera avtaluna í dag til veruleika. Við hesi avtalu kunnu enn fleiri føroyingar vera við og hetta er enn eitt stig á javnrættindaleiðini. Tað siga borgarstjórarnir Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu Atkoma á dagsskránni - Tað er av stórum týdningi, at vit sum kommuna á hendan hátt stuðla sjónarmiðnum at øll tey, sum hava tørv á at hava fylgjara, ikki skulu gerast verri fyri fíggjarliga av teirri orsøk, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, og leggur afturat, at býráðið roynir at gera atkomumøguleikarnar fyri rørslutarnað so góðar sum gjørligt. Hann vísir m.a. á góðu atkomumøguleikarnar í sambandi við nýggja tænastudepilin við kunningarstovu og býarbókasavni, eins og tær góðu umstøðurnar og hentleikarnar við langhylin. Dennis Holm ásannar tó, at atkoma til fleiri av eldri bygningunum er ikki nøktandi, men hesi viðurskifti eru sett á dagsskrá, soleiðis at umstøðurnar gerast betri. Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu Summardáin skal gerast heilur - Eg eri sera fegin um at hava fingið møguleika til at undirskriva eitt tílíkt skjal sum tað vit gjørdu í dag, sum er eitt greitt signal, at vit øll vilja, at góð atkoma verður fyri øll, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, sum minnist aftur á tá fyrrverandi forkvinnan í MBF, Leila Solmunde, sála, kannaði atkomuviðurskifti kring landið, og hvørs niðurstøða kom út í bóklingi. Forsíðan á bóklinginum var ein hálvur summardái, men málið hjá Leilu var, at tá vit øll høvdu gjørt okkara, verður summardáin fullfíggjaður, og tað vóni eg at so verður, sigur Rósa Samuelsen. Hon heldur, at Vága kommuna er rættiliga væl fyri í sambandi við atkomumøguleikar, men enn er eftir at bøta um møguleikarnar á umsitingarbygninginum hjá kommununi har m.a. lyfta skal setast upp. - Hetta er ikki bert eitt flott skjal, sum vit hava undirskrivað, men eitt gott amboð og krøv til kommunurnar at gera nakað munagott. Hetta snýr seg um borgarar, sum vit øll vilja hava hjá okkum, sigur Rósa Samuelsen. Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu Broyta hugsunarhátt - Um tað enn er nakar kommunupolitikari ella annar borgari, sum enn ikki hevur sæð tað natúrliga og neyðuga í at øll hava rætt til atkomu, so rokni eg við at hetta skjalið, sum er undirskrivað í dag, fer at hjálpa væl til at broyta hugsanarhátt, sigur Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík. Hann sigur, at kommunan hevur hesi seinastu árini gjørt nógv fyri at bøta um viðurskiftini hjá rørslutarnaðum við m.a. lagaligari gongubreytarkantum og betri atkomu til handlar og stovnar. Kommunan tekur eisini tílík atlit í sambandi við nýbygging og umvæling. Eitt nú eru viðurskiftini í og kring svimjihøllina nú vorðin sera góð, og Námsfrøðiliga ráðgevingin er flutt í onnur høli, har atkomumøguleikarnir eru í lagi. Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu Hetta er so sjálvsagt - Eitt sera gott tiltak, og eg undrist ikki sørt yvir, at tað ikki er gjørt fyri langari tíð síðani, tí hetta er so sjálvsagt, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Borgarstjórin sigur, at tá ræður um nýggjaru bygningarnar, stendur væl til í sambandi við atkomu, og vísir á nýggja skúlan við Løkin, barnagarðar og nýggju fimleikahøllina Bylgjan, men verri er vorðið í eldri bygningum. Hesi seinru árini hevur kommunan tó lagt seg eftir at bøta um viðurskiftini har, og serliga tá aðrar ábøtur verða gjørdar hava tey altíð eisini atkomuviðurskiftini í huga. Borgarstjórin vísir á, at í Runavíkarøkinum eru rættiliga nógvir stovnar til fólk við serligum avbjóðingum, m.a. Rásin, verkstaðið Stíggjur eins og ymiskir bústovnar, so hesi fólk við serligum tørvi eru ein rættiliga natúrligur partur av býarmyndini, og tað hava tey verið mong ár. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Hugsaði ikki um tað - Eg skal siga sum er, at eg hugsaði ikki um tað at tey, sum høvdu fyri neyðini at hava ein fylgjara við sær til ymisk tiltøk, rindaði tvífalt so nógv sum vit onnur. Ikki fyrr enn vit fingu ein fyrispurning um at sleppa undan at rinda dupult. Ja sjálvandi, - var nakað meira sjálvsagt enn tað, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum er fegin um tað skjal, sum allar 32 føroysku kommunurnar nú hava undirskrivað. Hann sigur, at hesin boðskapur fer nú út til allar kommunalar stovnar og øll tey, sum kommunan letur stuðul til, at nú er reglan galdandi, - eittans atgongumerkið! Borgarstjórin í høvuðsstaðnum heldur, at kommunan er rímiliga væl fyri tá ræður um atkomumøguleikar, sjálvt í fleiri hundrað ára gamla Reinsarínum, har lyfta er til allar hæddir, og har atkomuviðurskiftini enn ikki eru nøktandi, verður tað gjørt. ÍSF fegnast um fylgjarakortið Petur Elias Petersen, ÍSF forseti, sigur, at nýggja skipanin tænir fleiri endamálum, og hann vónar og roknar við, at fylgjarakortið verður dúgliga brúkt. - ÍSF skal rúma øllum. Tað er okkara hjartamál, og tí eru vit sera fegin um at vera við í skipanini við fylgjarakorti, soleiðis at tey, sum bera brek, ikki rinda meira enn vit onnur at koma til ítróttartiltøk. Hetta hevur vónandi eisini við sær, at fleiri fara at koma til okkara tiltøk, sum fevna um allan føroyskan ítrótt, sigur Petur Elias Petersen. Spurdur um hvussu atkomuviðurskiftini hjá eitt nú teimum rørslutarnaðu eru, sigur ÍSF forsetin, at tá tað snýr seg um uttandura vallir, eru umstøðurnar góðar, men sama kann ikki sigast um umstøðurnar í fleiri hallum. - Fari eg t.d. til ein handbóltsdyst, kann eg lættliga spáka mær upp á ovaru sitiplássini og hava gott útsýni til alt, meðan hin rørslutarnaði má síggja dystin í gólvhædd. Onkustaðni eru rampur tó gjørdar, men yvirhøvur kundu viðurskiftini í so máta mangastaðni verið betri. Í fleiri svimjihallum eru viðurskiftini annars rættiliga góð, sigur Petur Elias Petersen, sum leggur aftrat, at atkomuviðurskifti hevur ÍSF ikki beinleiðis nakað við at gera. Tað er land og kommunur, sum taka sær av tí. - Og tó, - Vit royna altíð at fylgja við, tá nýggir vallir og nýggjar hallir verða bygdar, at eitt nú atkomuviðurskiftini eru so góð sum gjørligt. Stendur landið fyri tílíkari byggiætlan, fáa vit altíð møguleika at siga okkara meining og koma við okkara viðmerkingum, men soleiðis er ikki altíð við kommunalum verkætlanum, sigur ÍSF forsetin, sum fegin vil nýta høvið, nú skipan er komin við fylgjarakorti, at minna avvarðandi myndugleikar á, at fylgjarakortið ikki bert er ætlað sum eitt gullrandað skjal, men eigur eisini at eggja øllum til at fáa atkomuviðurskifti í lagi. Eitt gott kort í hondini - og tað fari eg dúgliga at brúka, sigur Jógvan Telling úr Havn, sum er ein teirra, sum hevur fingið fylgjarakort Jógvani Telling dámar stak væl at ferðast. Ikki minst til sólríkar strendur. Tað er gott fyri bæði likam og sál, sigur hann, men ein trupulleiki hevur verið, at hann altíð hevur verið noyddur at hava fylgjara við. Tað hevur verið kostnaðarmikið, tí fylgjarin hevur goldið ferðaseðil eins og Jógvan sjálvur. Men nú er øðrvísi. Eftir at tað eydnaðist MBF at fáa avtalu í lag við allar almennar, eins og fleiri privatar stovnar um ókeypis ferðing fyri fylgjara, gerst alt munandi lættari, og tað fegnast Jógvan stórliga um. Fyrsta mars í ár fóru gomlu avlamisskeltini úr gildi, og vóru tey avloyst av nýggjum parkeringskortum. Stóri munurin er, at parkeringskortini hava ES snið og kunnu brúkast uttanlands eisini. Á nýggja parkeringskortinum er mynd og undirskrift handhavarans. Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum gevur kortið út fyri Akstovuna. Umsókn um parkeringskort skal fyllastútáserligumskjali,iðfæstvið at venda sær til MBF á annaðhvørt www.mbf.fo ella á skrivstovuni á Íslandsvegi 10c í Tórshavn. Norðurlendskt parkeringskort Ingolf Klein Olsen úr Hósvík hevur rætt til at brúka parkeringsplássini, sum eru ætlað til fólk, sum bera brek. Hann hevur, eins og onnur í líknandi støðu, havt eitt føroyskt parkeringskort, sum hevur givið honum henda rættin, men hesi eru ikki galdandi longur og hava als ikki verið galdandi uttan fyri landoddarnar. Nú er nýggj skipan galdandi, so at norðurlendsk góðkend parkeringskort skulu brúkast í staðin og sum tí kunnu brúkast í øllum norðanlondum. Ingolf sigur, at hóast hann ikki hevur ferðast nógv uttanlands, so kemur tað meira enn so fyri, og tá kemur nýggja kortið sera væl við. Serbreyt - ein nýggj breyt afturat teimum vanligu miðnámsskúlabreytunum, sum teir flestu, og helst allir miðnámsskúlar, skulu bjóða næmingum við serligum tørvi. Leingi hevur stórur tørvur verið á skúlatilboðum til ung við serligum tørvi, men nú hevur landsstýrið veruliga sett skjøtil á eina ítøkiliga verkætlan við støði í einum tilmæli, sum ein arbeiðsbólkur herfyri handaði Bjørn Kalsø, landsstýrismanni við undirvísingarmálum og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu við almannamálum. Skúlatilboðini skulu samskipast við stuðulsfyriskipanum, sum næmingar hava tørv á eftir skúlatíð, og tí verður lagt upp til neyvt samstarv millum Mentamálaráðið og Almannamálaráðið. Tilmælið leggur upp til, at ein skipað tilgongd skal setast í verk frá komandi skúlaárið, soleiðis at umleið 120 næmingar, við serligum tørvi, koma at ganga á serliga skipaðum miðnámsskúlatilboðum um fýra ár, tá ið skipanin er fult útbygd. Í ST-sáttmálanum um rættindi hjá teimum, ið bera brek, verður lagt upp til eina inkluderandi skúlaskipan, og tí verður serliga skipaða miðnámið á vanligu miðnámsskúlunum. Ein serbreyt Mest ítøkiliga nýbrotið í hesi skipan er, at miðnámsskúlaskipanin, sum í dag er býtt upp í seks breytir, fær eina nýggja breyt afturat. Nýggja breytin skal skipast á flestu - helst øllum - verandi miðnámsskúlum, sum skulu hava eina upp til fýra ára serbreyt, har næmingar í miðnámsskúlaaldri , sum er 16 - 25 ár, koma. Serbreytin er eyðkend av, at hon ikki hevur vanligu upptøkukrøvini og ikki miðar eftir próvnum. Undirvísingin byggir á námsætlan, sum er gjørd til einstaka næmingin, og sum leggur dent á at duga at klára seg í dagliga lívinum, at læra okkurt bókmentaligt ella listaligt, teldunýtslu, handaligt arbeiði, eitt nú at hjálpa til í køki ella at arbeiða í handli. Egnaði høli Nýggja skipanin setir eisini rættiliga stór krøv á ymiskum økjum. Eitt nú til høli. Arbeiðsbólkurin leggur stóran dent á, at serbreytin fær egnaði høli, og at tikin verður hædd fyri tí m.a. í sambandi við tær útbyggingar, sum í løtuni eru í gongd, á Kambsdali, á Tekniska skúla í Klaksvík og í Marknagilsdeplinum og harnæst í øllum komandi byggiætlanum. Krøv til fólkaskúlan Á onkran hátt byggir undirvísingin í miðnámi á teir førleikar, sum næmingurin hevur víst í fólkaskúlanum, og tí setur hetta ávís krøv til fólkaskúlan, har næmingurin hevur gingið. Tí er umráðandi, at fólkaskúlin ger eina neyva lýsing av førleikum, møguleikum og avbjóðingum hjá næminginum. Hetta má vera so ítøkiligt, at miðnámsskúln veit, hvussu næmingurin, sum byrjar á miðnámi, er fyri sum heilt menniskja, og út frá hesum kann gera ítøkiliga einstaklingaætlan. Álitið verður handað landsstýrinum annað prógv í vanligari merking, so hevur tað stóran týdning, at skúlagongdin hjá næningunum hevur eitt veruligt innihald, og er førleikamennandi og gevandi. Tí verður eisini mælt til, at hvør einstaklur næmingur fær prógv sum sigur, hvørjar førleikar hann hevur. Hetta prógv er eftir eini serligari skipan sum skjalprógvar allar førleikar, sama um teir eru fingnir innanfyri ella uttanfyri skúlagátt. Skipanin kann skjalprógva førleikar á øllum stigum, og verður viðurkend bæði í vinnulívi og á útbúgvingarøkinum. Fjølbroyttur starvsfólkahópur Skipanin við nýggju serbreytini er eisini ein stór avbjóðing til teirra, sum skulu vera um hesar næmingar. Tørvur er á fjølbroyttum starvsfólkihópi, miðnámsskúlalærarum, fólkaskúlalærarum, námsfrøðingum, heilsufrøðingum, fysio- og ergoterapeutum og heilsuhjálparum umframt starvsfólki við yrkisligum førleikum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at starvsfólkini arbeiða í toymi. Dentur verður lagdur á, at serkunnleiki á økinum er týðandi fyritreyt fyri at tryggja fakliga dygd í arbeiðinum, sum er øðrvísi enn undirvísing á normaløkinum. Hesir starvsfólkaførleikar skulu javnan dagførast, og tí er tørvur á út-og eftirútbúgving í sernámsfrøði, og mælt verður til at seta slíka eftirútbúgving á stovn á Námsvísindadeildini. Tilboð eftir skúlatíð Eftir ætlanini er skúlatíðin frá morgni til miðdags, og tí er eisini umráðandi at bjóða teimum, sum nýta skipanina, stuðuls- og frítíðartilboð til tey heimabúgvandi, og bútilboð til teirra, sum hava tørv á tí, og til tess má peningur játtast. Stórur tørvur Almannaverkið og Sernám hava kannað hvussu stórur tørvur er á at skipa eitt serligt miðnámsskúlatilboð fyri fólk við serligum tørvi. Kanningin vísir, at 103 fólk í aldrinum 16 til 25 ár hava einki skipað skúlatilboð. Størsti einstaki bólkurin eru ung við menningartarni, 48 í tali. Av teimum búgva 30 í Streymoynni og 12 í Eysturoynni. Næststørsti bólkurin, 33 fólk, eru ung innan autismuøkið. Av teimum búgva 21 í Streymoynni og 5 í Eysturoynni. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er, at stórur tørvur er á tílíkum tilboðum, og í løtuni er tørvurin óvanliga stórur, tí tilboðini hava higartil verið ógvuliga avmarkað. Tey rokna við, at árliga fara umleið 25 - 30 ung framvegis av hava tørv á serliga skipaðum tilboðum, og at hesin tørvur er størstur í Suðurstreymoy og Eysturoynni, og tí eiga eisini hesi øki at verða raðfest fremst. Seinri eiga onnur øki í landinum eisini at koma við. Væl eydnað royndartíð - men ikki uttan avbjóðingar Fyri tveimum árum síðani fór Studentaskúlin í Hoydølum undir eina royndarverkætlan í samstarvi við Mentamálaráðið, Ungdómspsykiatriina og Sernám. Talan var um eitt skúlatilboð ætlað næmingum við Asperger ella Autismu, sum frammanundan ikki høvdu nakað skúlatilboð. Hetta eru næmingar, sum høvdu fakligar førleikar og sum tí vóru skikkaðir til at taka lut í tílíkari undirvísing, sum skuldi geva teimum eitt miðnámsprógv, ájavnt við eitt vanliga miðnámsprógv. Herleif Hammer, rektari, sum tá var vararektari, og sum var við í tilgongdini, greiðir frá, at hetta var heilt nýtt fyri tey, og við tí ein serlig avbjóðing. Tey fóru tí til Íslands og Danmarkar at kunna seg um hvussu tey har hava skipað tílík skúlatilboð. Serliga tóku tey royndirnar hjá Høje Tåstrup Gymnasium í Danmark til sín, sum tey síðani eisini hava havt eitt neyvt samstarv við við. Nýggjur flokkur Rektarin sigur, at hóast avbjóðingin hevur verið stór, so hava hesi bæði árini hilnast so mikið væl, at tey nú eftir summarfrítíðina, aftur fara at taka ein tílíkan flokk inn. Av royndunum, tey nú hava havt hesi tvey árini, hevur skúlin nú avgjørt at toyggja skúlatíðina úr trimum og upp í fýra ár. Hetta kemst av, at næmingarnir hava rættiliga stórar avbjóðingar, serliga við skrivliga partinum, at teir hava brúk fyri meira tíð, - eisini til annað enn bert vanliga fakliga undirvísing. Tað er eisini munur á hvussu danskir og føroyskir næmingar eru fyri, tá teir koma í miðnámsskúla. Danskir næmingar fáa frá heilt ungum árum staðfest um teir hava ein serligan tørv, og eru tí í eini skipan í mong ár, áðrenn teir koma á miðnámsskúla. Soleiðis er ikki við føroysku næmingunum, og hava teir ikki fingið tann sosiala stuðul sum mangan er tørvur á. Avbjóðingin hjá hesum næmingum er tískil tað størri. Nú stuðlar eitt toymi frá Almannaverkinum hesar næmingar, sum kemur næmingunum sera væl við, sigur Herleif Hammer. Í tilmælinum frá arbeiðsbólkinum verður m.a. víst á, at størsti tørvurin á at skipa miðnámsskúlatilboð til ung við serligum tørvi, er í Streymoynni og Eysturoynni, men miðast eigur eisini at verða ímóti at skipa tilboð aðrastaðni. Herleif Hammer sigur, at í hvussu er í fyrstu atløgu er tað nøktandi, sum Mentamálaráðið hevur lagt upp til, at hesi serligu tilboð eru á trimum støðum í landinum. Í Hoydølum við verandi skúlatilboðum, á Kambsdali, har næingarnir fáa prógv, sum vísir teirra førleikar, og Rásin, sum er fyri menningartarnað. Lærarar stóran áhuga At nýggja tilboðið í Hoydølum gav lærarunum nýggjar og stórar avbjóðigar var greitt, og hesum avbjóðingum høvdu lærararnir stóran áhuga at royna. Fleiri teirra sóu eisini hetta sum ein møguleika at menna seg á pedagogiska økinum. Hesin áhugi sæst eisini aftur í, at lærarar, sum hava verið um hendan flokk, eisini hava hug at halda fram við einum nýggjum flokki, sigur rektarin. At hýsa tí nógv vaksandi tali av næmingum, gav skúlanum eisini serligar avbjóðingar, og tí varð neyðugt at útvega høli aðrastaðni í býnum umframt at onkrar nýggjar lonir vórðu fingnar til vega á skúlaøkinum. Frálíkt tilmæli, men ... - Ætlanirnar í tilmælinum eru sera góðar, og teimum taki eg fult og heilt undir við. Eg haldi tað vera ein sorgarleikur, at familjur eru noyddar at flyta av landinum orsakað av tørvandi undirvísingartilboðum, og tí er tað stórt framstig at vit hava tilboð sum kunnu hjálpa hesum næmingum víðari í lívunum. Harafturat tykist sum tað er politiskur vilji at játta nóg mikið av pengum at seta hesi tiltøk í verk, sigur Herleif Hammer, men hann ásannar tó, at her er eisini eitt men ... - Lat okkum tó ikki gloyma tað stóra tal av næmingum, sum frammanundan eru her á skúlanum, og sum hava trupulleikar. Teimum hava vit, sum er, ikki nóg nógva orku at veita ta hjálp, teimum tørva, sigur rektarin, sum minnir á, at næmingatalið er ovurhonds størri enn fyri fáum árum síðani, og tí er sosiala og fakliga breiddin heilt øðrvísi í dag. Tí eru eisini nógv fleiri næmingar, sum tørva hjálp. - Tað er ikki nóg mikið bert at geva hesum næmingum møguleika at koma inn um skúlagátt, sum ivaleyst nógvir politikarar halda. Nógvir teirra hava tørv á onkrari hjálp. m.a. eitt øki, sum vit í fjør varpaðu nógv ljós á eru tey orðblindu, talblindu og tey sum annars hava lesi- og skrivitrupulleikar. Hesi hava ikki fingið nakra beinleiðis diagnosu, men eru mong í tali her á skúlanum, og hetta verður ikki tikið við nóg stórum álvara. Tey orðblindu eru um alt landið, - millum 5 og 10 prosent í hvørjum einasta skúla hava tørv á hjálp, sum vit heldur ikki hava lærarakreftur til, sigur Herleif Hammer sum heldur, at eitt álit um tey átti eisini at verið gjørt. Betri møguleikar at fáa arbeiði - Sjálvandi eigur rúmd eisini at vera fyri næmingum við serligum avbjóðingum á okkara skúla, sigur Páll Isholm, rektari á Studentaskúlanum og HF- skeiðnum á Kambsdali, sum gleðir seg til at taka ímóti hesum næmingum eftir summarfrítíðina. Tá skúlaárið byrjar aftur á Kambsdali eftir summarfrítíðina, verður ein flokkur við næmingum við serligum tørvi at teljast millum næmingar skúlans. Hetta er júst í tráð við eitt tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum Mentamálaráðið og Almannaráðið settu í fjør, og sum m.a. vísti á tørvandi skúlatilboð til hesar næmingar, eins og tað er í tráð við ST-sáttmálan um rættin hjá einstaklingum, ið bera brek. Vísandi til ST-sáttmálan mælti arbeiðsbólkurin til at bjóða útbúgvingartilboð til teir næmingar, sum ikki megna at nema sær vanligu útbúgvingarnar. Hetta tók leiðslan á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali til eftirtekar og gjørdi av at fara undir eitt royndarár við einum flokki. Serlærarar Eftir at skúlin lýsti við hesum nýggja undirvísingartilboði komu inn 16 umsóknir, men ikki øll sleppa upp í part hesaferð. Flestu umsóknirnar komu úr Norðoyggjum, Eysturoynni og norðara parti av Streymoynni. Páll Isholm sigur, at hetta er so nýtt fyri tey, og tí vilja tey heldur sleppa at byrja í smáum, helst við átta næmingum. Tá tey hava gjørt av, hvørjir næmingarnir verða, sum koma á skúlan, verður gjørt av, hvørjir lærarar skulu vera um næmingarnar, alt eftir hvørjum serlærarum brúk verður fyri. Rektarin sigur, at tað er heldur ikki óhugsandi, at onkur námsfrøðingur verður teirra millum, og óhugsandi er heldur ikki, at onkur næmingur hevur tørv á eitt nú sjúkrarøktarfrøðingi, fysioterapeuti ella aðrari serligari hjálp. Ein fjølbroyttari starvsfólkahópur við øðrvísi serkunnleika enn vit kenna á miðnámsskúlanum, kann eisini koma at gagna teimum næmingum og starvsfólkum, sum eru á skúlanum í dag, sigur Páll Isholm, rektari. Eitt øðrvísi prógv Hesir næmingar megna ikki at fáa eitt vanligt miðnámsskúlaprógv, men eitt sokallað OCN-prógv. Óli Wolles, umsitingarleiðari á skúlanum greiðir frá, at talan verður ikki um eitt ávíst prógv, men heldur er talan um ein arbeiðshátt til at skjalprógva tann førleika, næmingurin hevur ognað sær, og tað kann vera innan sera mong øki. Hetta prógvið verður nýtt í nógvum skúlum, sum hava næmingar við serligum tørvi, umframt at verða brúkt sum førleikameting í samfelagnum annars. - Næmingarnir eru ógvuliga ymiskir, bæði tá ræður um førleikastøði, og hvat teir hava størstan áhuga fyri, og tí verður undirvísingin lagað til hvønn einstaka næmingin. Leisturin er, - hvat hevur næmingurin brúk fyri at læra, soleiðis at hann á onkran hátt kann klára seg á einum arbeiðsplássi. Eftir hesum verða ávís krøv sett, og undirvísingin lagað hareftir. Eftir teimum fýra skúlaárunum, stendur hvør næmingur við sínum prógvi, sum greitt sigur, hvat hann megnar. Fer hann tá at søkja sær arbeiði, sær arbeiðsgevarin, hvat umsøkjarin megnar, og á hvørjum støði hann er á, tí umframt at prógvið nágreinar, hvørjari vinnugrein viðkomandi stendur seg best í, verður eisini viðmerkt, hvørjum føreikastigið hann er á, - annaðhvørt at hann veit hvat gongur fyri seg á arbeiðsplássinum, dugir at arbeiða, men má hava ávísa hjálp ella, í triðja lagi, at hann er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, greiðir Óli Wolles frá. Tað er eisini møguligt, at onkur av næmingunum er so mikið væl fyri, at hann megnar at taka onkra einstaka lærugrein saman við næmingunum í vanliga miðnámsskúlanum, og tí er eisini møguleiki fyri. Fleiri skúlatilboð Tørvurin á skúlatilboðum til ung við serligum avbjóðingum er rættiliga stórur. Serliga í Streymoynni og Eysturoynni, og tí mælir arbeiðsbólkurin í sínum tilmæli til, at fáa í lag tilboð í hesum økjum, men seinri eisini aðrastaðni í landinum. Tað halda bæði rektarin og umsitingarleiðarin eigur at bera til, væl at merkja um politiskur vilji er til staðar og fígging fæst. Teir vísa á, at skúlin á Kambsdali er ein bókligur skúli, og eitt nú í Klaksvík er Tekniskur skúli eins og kokkaskúli, so har hevði borið væl til at havt næmingar í onkrari vinnuligari læru. Jákup gjørdist hoyribrekaður 15 ára gamal - Ivaleyst av heimagjørdum fýrverki, sum var tann stóri sporturin um nýggjársleiti, tá ráddi um at gera hvøllasta brestin - Sjálvur hugsaði eg ikki nógv um tað, men ivaleyst hevur tað verið mamma mín, sum hevur verið varðug við støðuna. Hon kendi Ditlev Olsen, sum var stjóri á Skúlanum á Trøðni, og fingið hann at fáa meg kannaðan soleiðis at eg fekk staðfest, at eg var hoyritarnaður, greiðir Jákup Danielsen frá. Hann heldur, at helst hevur orsøkin verið hvøllir brestir av heimagjørdum fýrverki, sum hava skatt oyruni, tí júst hetta, at fáast við heimagjørt fýrverk, var ógvuliga vanligt, og hansara partur lá ikki eftir í so máta. Eftir at hoyribrek varð staðfest, fekk Jákup hoyritól, og hevur brúkt tað, meira ella minni, síðani. - Eg skal ikki siga at eg royndi at avnoktað hesa staðfesting, men helt tó avgjørt ikki, at hetta var nakað at reypa við. Øðrvísi var við teimum sum bóru brillur, - tað var meira natúrligt og góðtikið, men man gekk avgjørt ikki og veipaði við einum hoyritóli. Tey vóru heldur ikki sum tey eru í dag, nú ein neyvan leggur tey til merkis, sigur Jákup. Brúka hoyritólið alla tíðina - Hoyritólið brúki eg serliga til fundir, soleiðis at eg fái alt við sum sagt verður, men eri eg saman við nógvum fólkum í nógvum larmi, ber ikki til. Tá fái eg ikki brúkt hoyritólið, tí tá verður alt køvt i óljóði. Hetta kemst av,at eg ikki alla tíðina brúki hoyritólið. Gjørdi eg tað, hevði eg verið førur fyri at sortera óneyðuga ljóðið frá. Tí eru góðu ráðini til tey sum brúka hoyritól, - brúkið tað alla tíðina, sigur Jákup, sum eisini dámar væl at syngja, og við tí eru eisini avbjóðingar, nýtir tú hoyritól. Tað eru tey sum hoyra seg sjálvan illa, og tosa tí rættiliga hart, og so eru onnur, sum Jákup, sum hoyra seg sjálvan væl, og tosa tí spakuliga. Hetta ger at hann fær ikki sungið so hart sum hann fegin vildi. Viðhvørt giti eg skeivt Tað er rættiliga ymist hvussu fólk bera seg at, eftir at tey hava fingið staðfest hoyribrek. Tað eru tey sum hava lyndi til at halda seg mest fyri seg sjálvan og hava ilt við at luttaka í tiltøkum saman við øðrum, men Jákup heldur, at tey flestu læra við tíðini. Hóast ein ikki hoyrir alt sum sagt verður, so hjálpir væl at lesa kroppsmálið, men tí kann ein eisini verða lumpaður av. Verður tosað um okkurt álvarsmál og flennur samstundis, kann tað lætt misskiljast, sigur Jákup sum ásannar, at tað er meira enn so komið fyri hjá honum, at hann hevur ikki fingið alt við, og tí misskilt tað sum tosað varð um. Noyddist at gita men gitt skeivt, - tá kann man koma eitt sindur lort í býin ... Tørvandi teksting Sum nevndarlimur í Felagnum fyri Hoyribrekað varð Jákup fyri nøkrum árum síðani boðin til Íslands, har hann, á fundi í íslendska felagnum, skuldi greiða frá um teksting í føroyska sjónvarpinum. - Í so máta hevði eg lítið at reypa av. Tvær føroyskar sendingar tekstaðar um árið. Løgmansrøðan á ólavsøku og nýggjársrøða løgmans, men nú eru tíbetur komnar nakrar afturat, og tað er at fegnast almikið um. Tað er ein frægd at síggja danskar tíðindasendingar, sum allar eru tekstaðar, so bert er at vóna at vit fáa fleiri føroyskar sendingar tekstaðar. Tað hevði eisini komið øðrum enn hoyritarnaðum væl við, heldur Jákup. Betri umstøður á almennum støðum Hoyritarnað hava, eins og øll onnur, hug at luttaka í ymiskum tiltøkum, tað verið seg samkomun, fundum o.ø., men mangastaðni fáa tey lítið burturúr, tí ljóðviðurskiftini eru so vánalig. Jákup vísir á nakrar høvuðstrupulleikar: Í fleiri nýbygningum eru ljóðviðurskiftini góð, men sama kann ikki sigast um viðurskiftini í alt ov mongum eldri bygningum, har at kalla nyttuleyst er, hjá hoyritarnaðum at koma. Av tekniskum amboðum eru telesleingir lagdar í fleiri kirkjum og samkomuhúsum, men enn manglar nógva staðni. Hesi tól eru til stórt gagn hjá mongum, men so eru tað eisini tey, har hvørki telesleingir ella hoytalarar hjálpa. At hjálpa hoyritarnaðum fólkum hava tey aðrastaðni skipan við skrivitulkum og teknmálstulking til tey, sum eru deyv. Jákup sigur, at vit hava eina vælvirkandi teknmálstænastu, men viðvíkjandi skrivitulking er lítið og einki hent, men nú hómast ein glotti, tí á fíggjarlógini fyri í ár eru játtaðir fleiri pengar til teknmálstulkingartænastuna, sum skulu brúkast til skrivitulking, nú hesar báðar tænasturnar eru lagdar saman. Avgjørt eitt stórt framstig, sigur Jákup, sum heldur, at skelting yvirhøvur er alt ov vánalig, og tað er ikki bert fyri tey sum bera eitthvørt brek, men okkum øll, - ikki minst fremmandafólk. Alsamt yngri Heimsheilsustovnurin WHO hevur roknað út, at í ár verða væntandi 16 prosent av heimsins íbúgvum raktir av hoyritarni. Orsakað av vantandi hagtølum vita vit ikki júst hvussu vorðið er í Føroyum, men ikki er óhugsandi, at vit liggja á somu leið. WHO sigur, at 1/3 av teimum hoyritarnaðu eru farin um pensiónsaldur, og hinir báðir triðingarnir eru fólk í skúla- og vinnuførum aldri. At alt fleiri yngri fólk gerast hoyritarnað hevur fingið Felagið fyri Hoyribrekað at varpa serligt ljós á fyribyrging, - at royna at gera vart við viðurskifti fyri at sleppa undan hoyribreki. Jákup sigur, at her er nógv at taka atlit til, eitt nú at geva vandanum gætur í sambandi við tónleikaframførslur. Áhaldandi harður tónleikur skaðar hoyrnina, og tí var vert at umhugsa at seta reglur fyri, hvussu harður tónleikurin kann vera. Harafturat eiga vit at ansa eftir teimum hentleikum vit hava í dag og sum lættliga kunnu skaða oyruni. - Vit síggja í dag hópin av fólki sum ganga og renna úti í náttúruni, og tað er bara gott, men mong teirra hava oyrasnigil við tónleiki. Uttandura kann vera nógvur gangur, og so verður snarað upp fyri styrkini, og tað kann skaða í longdini. Nógv verður gjørt fyri at bøta um ringu avleiðingarnar av m.ø. larmandi arbeiðstólum, men tá tað kemur til nýggjastu hentleikarnar verður ikki hugsað so nógv um hoyrnina, og tí royna vit at minna fólk á, at tey mugu ansa sær, so tey ikki fáa mein av púra óneyðugum orsøkum, sigur Jákup Danielsen. MENNANDI fólkaskúlin fyri øll Skúlin fyri øll hevur seinastu árini verið yvirskriftin fyri føroyska fólkaskúlan. Her eiga vit tó ikki bara at tosa um skúlan fyri øll, men um mennandi skúlan fyri øll. Tað er ikki nóg mikið at vera til staðar, men møguleiki skal vera fyri luttøku so ella so, og neyðugt er at allir næmingar verða góðtiknir og viðurkendir, júst sum teir eru. Ynskið um, at fólkaskúlin skal fevna øllum er sjálvsagt neyðugt og rætt. Ein mennandi fólkaskúli er jú avgjørd fyritreyt, um føroysk børn og ung skulu møta framtíðini við møguleika at vera virkin í arbeiði og í víðari útbúgving annars. Hóast fólkaskúlin í sjálvum sær ikki er fyrireiking til miðnám, so kunnu vit einfalt staðfesta, at flest øll ung leita sær, eftir loknan fólkaskúla, til eitt av mongu miðnámsskúlatilboðunum. Nú serbreyt er vorðin veruleiki á fleiri miðnámsskúlum, setir hetta eisini nýggj krøv til fólkaskúlan. Viðkomandi er her at vísa til tilmælið um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi, sum varð handað landsstýrismanninum í januar 2015, har innklusjónshugtakið í skúlahøpi varð lýst. Hugtakið snýr seg nevniliga um at økja luttøkuna hjá næmingum í, og minka útihýsing frá, undirvísing, mentan og samfelagi í staðbundna skúlanum; at umskipa mentan, politikk og mannagongdir í skúlanum, so tey svara til fjølbroytni næminganna á staðnum, at allir næmingar, ið eru í vanda fyri at verða útihýstir úr felagsskapinum, kunnu vera til staðar, taka lut og fáa frama, ikki bara tey við breki ella tey, ið eru roknað at "hava serligan undirvísingarligan tørv". Eisini varð í tilmælinum víst á, at fyri at innklusjón kann verða framd í verki í skúlanum, eru nøkur øki, ið mugu vera nøktað. Hesi eru: at vera fysiskt til staðar í "sínum" lokala stovni, at vera góðtikin og viðurkend bæði av starvsfólki og næmingum á stovninum, at taka virknan lut í virkseminum saman við hinum og at hava rúm fyri positivari sjálvsmenning - fakliga, sosialt og viðvíkjandi persónsmensku. Væl vitandi um, at eitt stórt arbeiði longu er lagt í hetta, so vil MBF við hesum aftur varpa ljós á týdningin av einum vælvirkandi og mennandi fólkaskúla fyri øll. Miðvíst eigur at verða arbeitt við at koma innkultiónshugtakinum til lívs, og at tað verður gjørt soleiðis, at tað gagnar næminginum. Eins og víst verður á inni í blaðnum, so hevur tað ovurstóran týdning, at lærarar verða førleikamentir, og at møguleiki verður í nøktandi mun at seta tíð og orku inn. Við slagorðinum "Rætturin at vera tann eg eri" vísir LUKKA í grein 24 á, at øll hava rætt til útbúgving, og at teimum skal verða tryggjað, at tey hava somu møguleikar sum onnur at taka lut í eini innkluderandi útbúgvingarskipan á øllum stigum. Júst her hevur fólkaskúlin og avvarðandi myndugleiki eina stóra ábyrgd í at gera hetta til veruleika øllum føroyskum børnum og ungum at frama. Góðan lesihug! Tað besta fyri barnið - Tað er okkara fremsta mál. Okkara besta boð er at fjøltátta tilboðini í fólkaskúlanum at tryggja javnbjóðis læru- og menningarmøguleikar fyri øll børn. Hinvegin eru eisini børn sum fólkaskúlin ikki røkkur, men nýggj kunngerð ger tað nú lættari at geva hesum børnum við serligum avbjóðingum eitt nøktandi tilboð í nærumhvørvinum, sigur stjórin á Sernámi. Emmy Joensen er stjóri í Sernámi, hvørs høvuðsuppgáva er at veita sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung kunnu styrkjast í menningini, sum fevnir um sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning, soleiðis sum endamálsgreinin er orðað. Emmy er sannførd um, at lógartryggjaði rættur okkara at børn sleppa at ganga í einum vanligan skúla, er tað berandi í okkara skúlaskipan. Júst hetta, at munur má ikki gerast á børnum hóast nøkur teirra hava ein serligan tørv. Tey verða, á líka fóti við øll onnur, innskrivað í fólkaskúlan. Hinvegin kunnu avbjóðingarnar vera stórar í mun til at kunna røkka og skapa javnbjóðis læru- og menningarmøguleikar til øll børn. Børn eru ymisk, læra og mennast ymiskt, og børn, ið hava serligan tørv eru ikki øðrvísi í so máta, sigur hon, og leggur afturat, at besta boðið, at tryggja javnbjóðis læru- og menningarmøguleikar fyri øll børn, er at halda áfram at fjøltátta tilboðini í fólkaskúlanum. Fleiri tørva serligan stuðul Játtanin á fíggjarlógini til sernámsfrøðiligan stuðul er øktur øll tey seinastu árini, men samstundis er talið á børnum, sum hava brúk fyri serligum stuðli, eisini vaksið, og tað ger tað sjálvandi truplari at kunna játta skúlunum so nógvar stuðulstímar sum skúlarnir ynskja at fáa til endamálið, sigur Emmy Joensen. Neyv meting Á hvørjum ári skal sernámsfrøðiligi stuðulin eftirmetast og tørvurin endurskoðast til komandi skúlaár. Hvussu mikið kann tillutast hvørjum skúla at nýta til næmingar sum hava serligan tørv, verður, við støði í játtanini, samlaða næmingatalinum og tørvinum hjá tí einstaka barninum og skúlanum, gjørt eftir eini neyvari meting av Sernámi. - Í okkara metingum leggja vit stóran dent á, at tey børn, sum hava serligan tørv, ikki bert verða eitt navn á pappírinum, men at vit kenna teirra viðurskifti, tørv og teirra úrtøku av undirvísingini í skúlanum. Vit hava seinastu fimm árini havt støðu- og eftirmetingarfundir við allar skúlarnar eftir einari fastari skrá, har vit umrøða støðu, úrtøku og trivnaðin hjá øllum næmingunum sum hava serligan tørv. Á henda hátt fylgja vit, saman við skúlanum, gongdini hjá næmingunum ár fyri ár. Hvør næmingur hevur eitt støðu- og eftirmetingarskjal, har lærararnir og stuðlarnir eftirmeta úrtøkuna í skúlaárinum, og lýsa nýggj mál og ynski fyri komandi skúlaár. Sernám fær eftirmetingarskjølini inn áðrenn fundirnar við skúlarnar, og á henda hátt, fáa vit gott innlit í, hvussu skúlarnir brúka og skipa stuðulin og hvat næmingarnir fáa burturúr. Men tað er ein avbjóðing á hvørjum ári at fáa játtanina at røkka, sigur Emmy Joensen. Onnur krøv í dag Hví talið á næmingum, sum hava serligan tørv, økist ár um ár er sera trupult at geva eitt eintýðugt svar uppá. Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir, heldur stjórin á Sernámi. - Tað hevði verið sera áhugavert at kanna orsøkirnar til tað í okkara skúlaverki, men enn er eingin gransking gjørd í Føroyum um hesi viðurskifti. Aðrastaðni vilja granskarar m.a. vera við, at ein høvuðsorsøk man vera, at modernaða samfelagið setur heilt onnur krøv og væntanir til bæði børn og vaksin. Umstøðurnar sum børn í dag vaksa upp í eru eisini munandi broyttar. Børn í dag skulu fyrihalda seg til nógv skiftandi vaksin, bæði foreldur, starvsfólk á dagstovnum, skúlum, frítíðarskúlum. Fleiri uppliva eisini stórar broytingar í familjuni, og alt hetta ber barnið við sær og viðvirkar til, at barnið hevur trupult at fóta sær í skúlanum, sigur Emmy Joensen, sum er varin at sammeta okkara viðurskifti við tey aðrastaðni, men sigur tó, at í Føroyum hevur verið vanligt at øll børn fara í ein vanligan skúla, mótvegis eitt nú í Danmark, har tey hava verið rættiliga nógv skjótari at ávísa børn við serligum tørvi í sertilboð ella serskúla. Børn og ung hava tørv á góðum sambondum við vaksin og onnur børn. Hetta er sera týdningarmikið í skúlanum eisini. - Spyr tú lærarar ella foreldur, so eru mong sum siga, at tað eru ikki bert børn við serligum tørvi, sum eru broytt. Broytta avbjóðingin í skúlunum er m.a. at børnini eru blivin nógv meira opin, og mangan siga lærarar, at teir ofta brúka meira tíð at fáa næmingarnar til læra at bera seg sømiliga at í skúlanum, sigur Emmy og leggur aftrat, at fólk í dag hava í størri mun enn fyrr lyndi til at hugsa sjálvsøkni, hetta ávirkar sjálvsagt eisini børnini, sum lærarar lýsa eru vorðin meira egosentrisk. Hon heldur eisini, at ein annar spurningur er um ein av orsøkunum til hækkandi talið er at vit síggja skjótari børnini í truplum støðum enn vit áður gjørdu, nú vit hava so mong serútbúgvin starvsfólk bæði á dagstovnum og skúlum kring alt landið. Skúlastødd ikki avgerandi Tað verður mangan sagt og hildið, at tess størri skúlaeindin er, tess betri eru umstøðurnar hjá øllum, men hesum er Emmy Joensen ikki heilt samd í. - Tað sum vit síggja í mun til læriumstøðurnar hjá næmingum sum eru í okkara skipan, so er tað ymisk frá skúla til skúla, men einki sum bendir á, at tað eru verri fortreytir úti á teimum smærru økjunum, hóast mong hugsa tað. Tað sum vit hinvegin síggja er, at tað kann vera rættiliga ymiskt frá flokki til flokk og frá lærara til lærara hvussu hesi megna uppgávuna. Tað eru smáir skúlar sum eydnast væl at skipa undirvísingina soleiðis at børn, sum hava serligar avbjóðingar, fáa tilognað sær teir førleikar sum skulu til, bæði fakliga, persónliga og sosialt eins og tað er á størru skúlunum, sigur stjórin á Sernámi. - Men tá vit tosa um hin generella bólkin, næmingar sum ikki hava tørv á serligum stuðli, eiga vit at hugsa um, at menniskjað er ógvuliga sosialt í botn og grund, so hava tey bert gott av at vera ein partur av einum vælvirkandi felagsskapi og øllum tí sum hartil hoyrir. Tað haldi eg at vit eiga at stremba eftir, eisini um tað ber í sær at niðurleggja onkran lítlan skúla, tí sambandið millum flestu bygdir er sera gott og fjarstøðan lítil, men hetta seinasta er ikki nakað sum vit í veruleikanum hava nakað við at gera. Tað er ein politiskur spurningur, sigur Emmy Joensen. Sertilboð Hóast Emmy Joensen er sannførd um at fólkaskúlin er tann besti pallurin hjá øllum næmingum, so má hon ásanna, at tað eru nøkur børn sum hava tað rættiliga trupult og hava brúk fyri meira friði og meira nærveru og við einum nógv meira skip- aðum pedagogikki, sum er trupul at skipa inn í vanliga flokkin. Børn hava ymiskar fortreytir at læra og tilogna sær læru á ymsan hátt. Um ein ella fleiri næmingar einki fáa burturúr undirvísingini, og kann skúlagongdin hjá teimum gerast eitt " upphald", har næmingur bara upplivir niðurløg og tað hevur sera neiliga ávirkan á hansara menning. Kunngerðin frá 21. apríl í ár, um serundirvísing, serligan tørv og sernámsfrøðiligan stuðul ásetur greiðari reglur um, hvussu skúlin og Sernám í samráð við foreldrini kunnu skipa sertilboð ella serlig átøk í skúlanum ella skúlaøkinum. Tað sum er avgerandi er, at tillaga umstøðurnar soleiðis, at barnið fær møguleika at læra og mennast og fáa nakað burturúr undirvísingini, hóast tað ikki er vist at hesi tilboð eru júst í heimbygdini hjá viðkomandi næmingi. - Ætlanin er ikki at skipa sertilboð úti á hvørjum tanga, men vit ásanna, at tað eru eisini nøkur børn, sum læra betur í minni bólkum, og hava tørv á at hoyra til ein minni felagsskap, og tá mugu vit hyggja tvørtur um kommunumørk og út um tann vanliga skúl- an, og tað gevur kunngerðin okkum møguleikar fyri, sigur Emmy. Góðar royndir Stjórin á Sernámi greiðir frá, at tey hava seinastu árini havt góðar royndir at skipa tílík tilboð. Fleiri skúlar kring landið hava skipað sertilboð til næmingar við serligum tørvi við tí endamáli at skapa betri læriumstøður til hendan bólkin av næmingum. Nýggja kunngerðin ásetur greiðar reglur um hesi viðurskifti, og fáa vit nú enn betri møguleikar við tílíkum tilboðum. Landsstýriskvinnan hevur í vár góðkent eitt serskúlatilboð í Suðuroynni, sum nú hevur virkað síðani skúlaársbyrjan. Harumframt er serskúlatilboðið í Tórhavn, sum síðan 2009 hevur verið ein royndarverkætlan, frá 1. apríl, skipað sum varandi tilboð í Skúlanum á Fløtum. - Onkur kann halda, at hetta gongur ímóti hugsanini við tí inkluderandi skúlanum, men hesum eri eg ikki samd í. Vit eiga altíð at menna fólkaskúlan ikki minst við at førleikamenna bæði lærarar og námsfrøðingar at taka sær av undirvísingini og serundirvísingini í tí inkluderandi fólkaskúlanum, har møguleikin fyri læring og menning hjá so mongum sum á nakran hátt gjørligt, er skipaður. Men vit mugu eisini taka atlit til tey viðurskifti, har vanligi skúlin ikki hevur umstøður at geva næmingunum eitt nøktandi tilboð og til tess hjálpir nýggja kunngerðin almikið, bæði fyri foreldur, skúlan og okkum á Sernámi, sigur Emmy Joensen. Útbúnustarvsfólkini eru alt avgerandi - Sum skúli kunnu vit altíð ynskja okkum enn fleiri tímar til serøkið, men talið á tímum er ikki alt. Tað ræður ikki minni um, at vit fáa sum mest burtur úr útlutaðu tímunum. Tí leggja vit sera stóran dent á, at okkara starvsfólk støðugt menna sínar førleikar, sigur Hanus Joensen, stjóri á Skúlanum á Fløtum. Tá talan er um serøkið innan føroyska fólkaskúlan hoyra vit mangan, at alt ov fáir tímar verða tillutaðir økinum frá almennu skipanini. Hesum er Hanus Joensen ikki ósamdur í, tí hvør einstakur skúli kann altíð hugsa sær fleiri tímar enn hann fær, men tað snýr seg kortini ikki bert um tal á tímum, sigur skúlastjórin. - Eins týdningarmikið tað er at fáa eitt ávíst tímatal er at brúka tímarnar við skili so mest møguligt fæst burturúr. Og tað gerst best við at hava væl kvalifiserað starvsfólk,- fólk við góðari viðkomandi útbúgving og drúgvum royndum. Hevur tú fólk við førleikum, hevur tú eisini eina áhaldandi menning á økinum, soleiðis at tú alla tíðina kann royna nýggjar leiðir og harvið finna bestu loysnir, sigur Hanus Joensen, sum heldur, at tey á Skúlanum á Fløtum, sum saman við Skúlatrøð er nógv hin størsta skúlaeindin í landinum, eru rættiliga væl fyri. - Tað er altíð ein vandi fyri at tú arbeiðir á sama hátt sum tú altíð hevur gjørt. Tí mugu vit støðugt hugsa um, hvussu vit kunnu flyta okkum í okkara arbeiði og taka í egnan barm og eftirmeta, hvussu vit kunnu gera okkara arbeiði enn betri. Hetta við einum einstøkum lærara til hvørt barnið var einaferð gott latín, tá talan var um serundirvísing, men tað er ikki loysnin. Í einstøkum førum má tað gerast, men sum heild er hetta ikki nøkur góð loysn. Útgangsstøðan er flokkurin. Júst tað er fólkaskúlahugtakið,- styrkin í fólkaskúlanum, sum er fyri øll, og her møtast øll úr øllum sosialum stigum, og hetta er sanniliga eisini galdandi fyri serøkið, sigur skúlastjórin á Fløtum. Fleiri tørva hjálp Hanus Joensen vísir á, at talið á teimum næmingum sum tørva serliga hjálp økist spakuliga, og tørvurin hjá hvørjum einstøkum næmingi økist enn meira. Nakrir næmingar eru rættiliga tungir og hava stórar avbjóðingar. Skúlastjórin fegnast tí um tey mongu serútbúnu starvsfólkini skúlin hevur, og sum eru mondulin (krumtappurin) í øllum arbeiði innan serøkið, sum hann tekur til. Hann heldur eisini tað vera til stóran fyrimun, at virkað verður alt meira tvørtur um fakmørk nú skúlin hevur sett tríggjar námsfrøðingar í fast starv. Finnland er eitt land sum mangan verður hugt eftir í skúlahøpi, har tey krevja akademiskt útbúnar lærarar at undirvísa í teimum eldru fólkaskúlaflokkunum. Spurdur um tað er ein leið hjá okkum at ganga sigur Hanus Joensen, at tað er sjálvandi altíð ein leið at ganga at útbúgva fólk væl og ikki av minni týdningi hjá okkum at vera væl útbúgvin sum arbeiða við at útbúgva onnur. Hann leggur aftrat, at útbúgvingin snýr seg bæði um tann fakliga partin og undirvísingarførleikan, tí einsamøll er vitanin ikki nógmikið. Námsfrøðiligi parturin hevur eisini ovur stóran týdning. Týdningur av at hava væl útbúgvin fólk kann ikki metast ov høgt, og tí fer skúlin altíð at stuðla uppundir, at starvsfólkini nema sær best møguligan kunnleika, sigur skúlastjórin, sum vónar at játtandi myndugleikar eisini vísa vælvild at játta pengar til longri sum styttri skeið, tí vit síggja øll, hvussu stóran týdning tað hevur og at lærarar eisini sjálvir heldur enn fegnir vilja førleikamenna seg at nøkta nútíðar krøv til undirvísing á mongum ymiskum stigum. Servitan ger stóran mun Skúlin á Fløtum hevur nógv serútbúgvin fólk í lærarahópinum, og at hesi gera sera stóran mun í dagliga arbeiðinum á skúlanum, hevur skúlastjórin fleiri dømi um. - Vit hava m.a. ein serútbúnan lærara í lesing, sum burturav virkar í innskúlingini. Hvør einstakur næmingur verður testaður fyri at finna teir næmingar, sum eru lesiveikir. Tað kann kanska tykjast eitt sindur løgið, at tað skal vera neyðugt at gera so nógv burturúr, men tað er ein sannroynd, at hetta er ikki altíð eins lætt at finna útav, tí vit hava fleiri dømi um at tað eru næmingar, sum eru komnir langt upp í skúlaskipanina, áðrenn vit hava lagt til merkis, at teir eru orðblindir. Tá vit nú hava ein serfrøðing á økinum er heilt upplagt at hann er settur til hesa uppgávuna, og tað hevur sanniliga gjørt mun og hevur bøtt munandi um lesiførleikarnar hjá fleiri av okkara næmingum, sigur Hanus Joensen, og leggur afturat, at sama ger seg galdandi tá ræður um at finna næmingar, sum eru veikir á øðrum økjum, soleiðis at vit vita hvussu vit best kunnu hjálpa hesum næmingum. Deila servitan Hugburðurin hjá øllum sum arbeiða innan skúlagátt er øgiliga nógv broyttur, sigur Hanus Joensen. - Tað er sum hurðarnar eru tiknar av floksstovunum. Lærarin er ikki longur einsamallur um flokkin. Lærarar tosa saman um tær serligu avbjóðingar sum eru, og eingin óttast fyri at seta orð á sínar styrkir og veikleikar eins og tær avbjóðingar sum eru, og royna at loysa hesar í felag. Arbeiði í toymum er alt meira vanligt, og lærarar vilja fegnir læra hvør av øðrum. Hvør einstakur lærari kann ikki vera serfrøðingur á øllum økjum, og tí hevur tað ómetaliga stóran týdning at okkara serfrøðingar deila sína vitan til sínar starvsfelagar, so vitanin kemur øllum til góðar. Opinleiki er lykilin til alt, sigur skúlastjórin. Fyrimunir við størri eindum Skúlaeindirnar kring landið eru sera ymiskar til støddar. Í Havn og í Klaksvík eru tær rættiliga stórar eftir føroyskum viðurskiftum. Har ber, sum vera man, mangt til at samskipa sum er meira torført aðrastaðni. Umframt at Hanus Joensen er skúlastjóri fyri landsins størstu skúlaeind er hann eisini formaður í skúlaleiðarafelagnum. Hann er ikki í iva um hvat tænir teimum næmingum best sum hava serligar avbjóðingar. - Í smærri økjum er neyðugt at savna. Liggur hetta bert úti á teimum smáu skúlunum við einum ella tveimum lærarum verður orkan at taka sær av næmingum við serligum avbjóðingum ógvuliga avmarkað. Tess størri eindin er tess størri er møguleikin at hava fólk við neyðugu førleikunum sum kunnu stýra tí partinum, sum eisini er aðalhugsanin við førleikastovunum. Hesar virka ikki alla staðni. Hetta krevur nógv av øllum pørtum, og eru ikki allir partar viljaðir til samstarv, fæst ikki nóg nógv burturúr, sigur Hanus sum ásannar, at smáar eindir kunnu vera neyðugar á útoyggjum, men har stutt er millum bygdir og gott vegasamband er, var munandi gagnligari við størri samstarvi. Serøkið -eitt vítt hugtak við ymiskum skipanum Í fólkaskúlahøpi eru fleiri ymiskar skipanir í sambandi við serøkið. Næmingatalið í Skúlanum á Fløtum, sum enn heldur til ymsastaðni í Havn, er 742. Harafturat eru 31 sum hava sertilboð og tveir næmingar í Dímun, tilsamans 775 næmingar. Virðisgrundarlag Skúlans á Fløtum byggir á víðskygni og fjølbroytni - við denti á fakliga styrki og kreativu-/musisku lærugreinirnar Endamál skúlans er á kristnum grundarlagi við virðing fyri ymiskleikanum at uppala næmingarnar til sosialt medvitandi, sjálvstøðugt hugsandi, tolsom og virkisfús menniskju, har øll verða sædd, hoyrd og viðurkend. Øll luttaka virkið og samvitskufult í einum jaligum skúlaumhvørvi við best møguligu lærutilgongd fyri eyga hjá hvørjum einstøkum næmingi. Til tað sum verður kallað vanliga serundirvísing í fólkaskúlanum verða játtaði 13 prosent av samlaða næmingatalinum í skúlanum. Sambært meting frá skúla og Sernámi fær skúlin játtað eina ávísa upphædd í mun til serligan tørv hjá næmingum við serligum avbjóðingum. Aðrar skipanir sum fevna um serøkið eru: Sertilboðið er við gildi frá 2016 starvs- og leiðsluliga partur av Skúlanum á Fløtum. Talan er um sertilboð til næmingar úr 4 til 10 flokk sum hava serligar avbjóðingar. Í løtuni eru 31 næmingar í eindini, sum heldur til í Ytra skúla við Landavegin. Hesir næmingar koma ymsa- staðni frá í landinum. Lopfjølin heldur til á Margarinfabrikkini og leiðsluliga er partur av Skúlanum á Fløtum. Hetta er eitt øðrvísi tilboð í avmarkaða tíð til næmingar við serligum avbjóðingum, onkustaðni millum heimaundirvísing og vanligu floksfrálæruna. Pláss er fyri 4-6 næmingum. Hesi bæði seinast nevndu øðrvísi og ymisku tilboð til næmingar við serligum tørvi eru higartil sera væl eydnað. Ein rúmsáttur skúli í einum rúmsáttum samfelag Hóast áhaldandi skerjingar eru vit rættiliga væl fyri á serøkinum ikki minst takkað verið okkara dugnaligu starvsfólkum, sum brenna fyri sínum arbeiði, sigur Durita P. Joensen, skúlastjóri við Løkin. - Eftir at vit á skúlanum hava gjørt okkara metingar hvussu mikið av tímum, vit meta tørvur er á fyri at røkja okkara serøki til fulnar, fundast vit við Sernám um hetta sama, og sum hareftir býtir tímarnir út í mun til samlaðu játtanina frá Mentamálaráðnum til føroyska fólkaskúlan. Tá vit so fáa boð um hvussu mikið er tillutað okkum, er sama søgan á hvørjum ári. Eftir okkara tykki alt ov fáir tímar í mun til tað, sum vit halda vera neyðugt at nýta til tað, sum kemur afturat vanligari floksundirvísing, sigur Durita P. Joensen, og leggur afturat, at í fleiri ár hava tey sent skriv aftur til Sernám, har tey gera vart við sína misnøgd. Sum dømi um skerjingar nevnir Durita, at fyri nøkrum árum síðani vóru fleiri læraratímar og námsfrøði- ligir stuðulstímar játtaðir, og tað var væl betur møguleiki fyri at skipa ein til eina undirvísing. Eisini hava tey áður havt bæði sjúkrarøktarfrøðing og ergoterapeut í starvi innan serøkið, men tá tær fóru í annað starv, var ikki møguligt at seta fólk við somu útbúgving aftur. Á Skúlanum við Løkin gera tey alt fyri at liva upp til hugtakið hin inkluderandi fólkaskúlin, men tað eru altíð nakrir næmingar, sum skúlin ikki sær seg føran fyri at røkka við vanligari floksundirvísing, og tí hava tey skipað serstovur. Eitt sindur ymiskt hevur verið, hvussu nógvir næmingar hava havt serligar avbjóðingar og tí tørv á serundirvísing, eins og tað er ymiskt, hvussu mikið hvørjum næmingi tørvar av serundirvísing. Næmingar við serligum avbjóðingum eru eisini knýttir at sínum vanliga flokki, men tað eru nakrir, sum fáa sína undirvísing í serstovu meira enn aðrir. Fáa mest møguligt burturúr Durita Joensen ásannar, at tímatalið til serliga undirvísing ger ikki alt. Tað ræður sjálvandi um at fáa sum mest burturúr, og tí arbeiða tey eisini tvørtur um flokkar og hava skipað serstovur, har nakrir næmingar kunnu und- irvísast samstundis og ikki sum fyri árum síðani, at hvør næmingur hevur sín lærara ella námsfrøðiliga stuðul meira ella minni burturav. - Einki er at ivast í, at vit hava brúk fyri fleiri lærarakreftum, men við tí er ikki sagt, at vit ikki hava sera stórt gagn av øllum okkara starvsfólkum, tað veri seg námsfrøðingum og stuðlum. Vit mugu tó ásanna, at tað er lærarin, sum hevur ábyrgdina av undirvísingini, og sum hevur ávísar serligar førleikar í so máta fram um onkran annan. Ov stirvin skipan Skúlastjórin við Løkin sigur, at tey, sum manna førleikastovuna, umframt læraraútbúgving hava ískoytisút- búgving innan ávís øki, og tað kemur eisini sera væl við. Til førleikastovuna eru knýttir serlærarar, lesivegleiðarar, orðblindalærarar og fólk sum hava ábyrgdina av AKT - atferð, kontakt og trivnaður og SSP - skúli, sosialu myndugleikar og politi. Á serstovunum eru starvsfólkini lærarar, námsfrøðingar og námsfrøðiligir stuðlar. Hesi fólk hava virkað í drúgva tíð á økinum, verið á ymiskum skeiðum og hava tí drúgvar royndir og góðar førleikar. - Hóast vit fáa góða ráðgeving frá Sernámi er altíð ynskiligt, at vit hava so væl útbúgvin starvsfólk sum á nakran hátt gjørligt, og at hesi altíð fáa møguleika til at førleikamenna seg, men útboðið av skeiðum sum NÁM bjóðar innan serøkið er rættiliga avmarkað. Hinvegin eru eisini onnur, sum bjóða fram ymisk skeið, men tá tosa vit eisini um rættiliga nógvar pengar, sum ikki altíð eru líka lættir at fáa hendur á, sigur skúlastjórin, sum hevur tosað bæði við Mentamálaráðið og kommununa um at fáa pening til endamálið. Í hvørjum einstøkum føri má skrivlig umsókn sendast Mentamálaráðnum ella kanska Sernámi ella kommununi um at fíggja skeiðsluttøku fyri starvsfólkini. So er at bíða eftir svari, og viðhvørt verður umsóknin gingin á møti, aðrar tíðir ikki. Hetta er ein alt ov stirvin skipan, og tí halda tey seg viðhvørt frá at søkja. Kommunalt samstarv Á Skúlanum við Løkin eru næmingar úr 4. flokki eins og framhaldsdeild, sum er hin einasta í kommununi. Her koma eisini nakrir næmingar, sum hava serligan tørv, frá øðrum skúlum í oynni. Hetta er í teimum førum, at foreldur hava ynskt teirra barn í eina størri skúlaeind enn hana í heimbygdini. Durita P. Joensen sigur, at tað kann altíð kjakast um hvussu lítil ella stór ein skúlaeind eigur at vera, og heldur, at skúlaeindin í Runavík er so mikið stór, at hon kann veita eina góða tænastu, eisini til næmingar við serligum avbjóðingum. Tað heldur teimum kortini ikki aftur at samstarva um kommunumark, tí í Tofta Skúla er ein lærari, sum eisini er útbúgvin cand.pæd.pæd.psyk., í starvi. Hesin lærarin hevur frá Mentamálaráðnum fingið játtaðar nakrar tímar um vikuna at virka sum partur av Førleikastovuni í Runavíkar kommunuskúla sum námsfrøðiligur- og sálarfrøðiligur ráðgevi. Ein skipan, ið tey í Runavík eru sera glað fyri. Skal skúlastjórin við Løkin taka samanum tey ynski, sum kunnu gera umstøðurnar enn betri, so eru tey: Fleiri tímar til serliga undirvísing, smidligari skipan í sambandi við førleikamenning og eitt sindur meira av húsarúmd, tí skipanin við næmingum við serligum avbjóðingum og serstovum krevur meira pláss enn til vanliga floksundirvísing. Samstarv er lyklaorðið - Eg haldi, at okkara samfelag her við Skálafjørðin er eitt rættiliga rúmsátt samfelag, her pláss skal vera fyri øllum. Vit gera tað vit kunnu fyri at hava ein fólkaskúla fyri øll, og tí eri eg sera fegin um tað avbera góða samstarv við hava millum skúla, starvsfelagar, næmingar, foreldur og kommunu. Samstarv er lyklaorðið, soleiðis at eisini teir næmingar, sum hava serligan tørv eru ein natúrligur partur av fólkaskúlanum, sigur Durita P. Joensen. Vit eiga at leggja størri dent á serøkið - Ert tú frá 1. flokki eitt sindur aftanfyri hinar næmingarnar, dragnar tú frá fyri hvørt ár, og tí ræður um frá fyrsta degi at nýta munandi størri orku til veiku næmingarnar, heldur skúlastjórin í Vági, sum fegnast um, at suðringar hava fingið góðar umstøður at skipa eitt sertilboð í Suðuroynni. - Tað er ein sannroynd, at vit eins og aðrir skúlar, hava næmingar, sum vanliga floksundirvísingin ikki megnar at geva nøktandi undirvísing og menning. Vit høvdu ikki nøktandi tilboð til teirra her suðuri, og tí var neyðugt hjá nøkrum av okkara børnum at flyta av oynni, í nøkrum førum er øll familjan flutt. Hetta var alt annað enn nøktandi, og tí var ein av fyrstu tankunum hjá mær at søkja Sernám um at seta á stovn eitt sertilboð. Eitt sertilboð, sum kundi nøkta tørvin hjá okkara næmingum, sum hava serligar avbjóðingar, sigur John Henrik Holm, sum fegnast um ta vælvild, umsóknin fekk. Hetta sertilboð, sum er ein serstøðug eind, har Sølvi Andreasen er toymisleiðari, heldur til í Vági og á Tvøroyri. Sertilboðið hevur fingið sera góðar umstøður at virka undir, sigur skúlastjórin, hóast serøkið sum so, eftir hansara tykki, er niðurlagað. - Fyri okkara viðkomandi kunnu vit ikki klaga, tí vit hava fingið sera góða hjálp frá Sernámi og Mentamálaráðnum. Í dag er soleiðis ikki neyðugt longur hjá hesum næmingum at fara av oynni at fáa nøktandi skúlagongd,og kanska var tað júst hetta, sum okkara myndugleikar hava hugsað um, og tað eru vit teimum sera takksom fyri, sigur John Henrik. Øðrvísi tímatalva Næmingarnir í serflokkinum hava eina øðrvísa tímatalvu enn teir í vanligu flokkunum. Hendan dagin vit vitjaðu á skúlanum, høvdu teir verið og tikið upp epli, dagin eftir fóru teir saman við læraranum at fletta seyð og síðani at matgera, kókaðu epli og lambskjøt. Førleikamenning Skúlastjórin í Vági leggur stóran dent á, at starvsfólkini fáa góðar møguleikar at førleikamenna seg. Ikki tí, skúlin er sera væl fyri í so máta við eitt nú tveimum serlærarum, orðblindalærara, roknivegleiðara, lesivegleiðara og skúlavegleiðara. Skúlarnar í oynni samstarva eisini í ávísum førum, soleiðis at vit "lána" førleikar okkara millum á skúlunum. Hetta riggar sera væl. Men uttan mun til, hvussu væl lærararnir eru fyri, er ynskið frá skúlaleiðsluni í Vágs Skúla, at allir lærarar skúlans fáa tillutaðar 40 tímar um árið til eitthvørt viðkomandi skeið. Hetta svarar til, at teir eru á skeið eina viku um árið, og hesum tilboði taka lærararnir sera væl ímóti, sigur skúlastjórin. Skúlastjórin sigur, at Vágs Skúli annars fær tillutað tímar til næmingar, sum tørva nakað av stuðli t.d. næmingar sum eru orðblindir og lesiveikir, sum dagliga eru í vanligu flokkunum. Hesir koma fyri ein part á serstovu, har teir fáa stuðul eftir tørvi. Fyri at fáa sum mest møguligt burturúr, bólkar Vágs Skúli, har tað ber til næmingarnar, heldur enn at ein einstakur lærari er um hvønn næmingin. Ásannandi at ikki allir næmingar, sum hava tað trupult í skúlanum hava tørv á serundirvísing, hevur Vágs Skúli søkt um eina verkætlan, sum skúlin kallar Nám R (har R stendur fyri Rúmd). Verkætlanin er hugsað sum ein møguleiki at skapa ein øðrvísi skúladag til teir næmingar, sum ikki føla seg væl í dagligu skúlagongdini, antin fakliga ella kensluliga - tað er ofta trupult at røkka hesum næmingum sum heild. Ætlanin við Nám R er at skapa rúmd í skúlanum, so karmarnir eru sum best bæði til teir veiku og teir sterku næmingarnar. Hesari verkætlan vænta tey sær nógv av í Vágs Skúla. Fleiri tímar til serøkið John Henrik Holm eftirlýsir ein nýggjan og øðrvísi hugburð mótvegis serøkinum. Saman við øðrum skúlastjórum og umboðum frá Mentamálaráðnum var hann herfyri á eini ráðstevnu í Finlandi, sum mangan verður hugt eftir í skúlahøpi.Á ráðstevnuni var eisini tosað um serøkið innan fólkaskúlan. Í Finlandi verður dúgliga granskað innan skúlaverkið, og eisini, hvussu serøkið best kann handfarast. Í tjakinum har kom millum annað fram, at granskarar vóru av teirri fatan, at munandi meira av tíð skal brúkast á serøkinum frá fyrsta degi barnið kemur í skúla. Serliga áhugavert heldur John Henrik vera, at granskarar mæltu til at taka tímar frá vanligu undirvísingini, og lata fleiri tímar til serøkið. Her skal sigast til sammetingar, at finskir 1. flokks skúlanæmingar hava sjey tímar um vikuna í finskum. Føroyskir 1. flokks skúlanæmingar hava 11 tímar í føroyskum. Nú granska finnar í møguleikanum at minka tímatalið í teimum ymisku flokkunum og heldur lata fleiri tímar til at hjálpa teimum yngstu næmingunum, sum hava serligan tørv. - Eg skal ikki taka dagar ímillum, hvat best er at gera, men sannlíkt er, at ert tú við skúlabyrjan eitt sindur aftanfyri hinar næmingarnar, og hetta ikki verður "fangað", so er vandi fyri, at munurin bara økist fyri hvørt ár, sum gongur. Um tað verður gongdin gjøgnum øll skúlaárini, er ikki torført at hugsa sær, at er ein næmingur í 9. flokki á 6. flokstøði, so hevur hann tað ikki gott í skúlanum og hevur ilt við at fóta sær, sigur John Henrik. Meira varug við trupulleikar Tað tykist sum talið á næmingum við serligum avbjóðingum økist alsamt, men torført er at geva eitt fullfíggjað boð um, hví so er. Tað heldur skúlastjórin í Vági seg heldur ikki kunna, men hann heldur eina orsøk vera, at vit í dag gerast skjótari varug við, um okkurt er áfatt, og vit eru skjótari at geva eina diagnosu, soleiðis at børn skjótari kunnu fáa hjálp. Hetta er galdandi bæði innan skúlans gátt, í heiminum og samskiftinum millum heim og skúla. John Henrik sigur, at foreldur halda seg í dag ikki aftur við at boða skúlanum frá, um tey halda, at barn teirra hevur tørv á hjálp av einum hvørjum slagi, og tað, heldur hann, er sera positivt. MBF 35 ÁR OG BÓKAÚTGÁVA Í ár eru liðin 35 ár síðani MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, varð sett á stovn. Í tí sambandi varð skipað fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum við heitinum "Lívið hevur litir" fríggjadagin 20. mai. Skráin var fjølbroytt, har fyrrverandi formenn fingu orðið, og har Ása Olsen, aðalskrivari, tók fram hæddarpunktini av tí, ið er hent síðan 2011. Við yvirskriftini "Lívið hevur litir" hugleiddi Tóra við Keldu um, hvussu samansetta, litríka lívið - við ymiskum løtum - er við til at skapa lívsmynd okkara. Eisini søgdu Suni úr Hørg, Kristianna Sjóvará og Bárður Persson frá løtum í gerandisdegi teirra. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, settu í stuttum orð á, hvørja ætlan tær hava fyri brekøkið komandi árini. Katrin Dagbjartsdóttir peikaði undir heitinum "Avbjóðingar og møguleikar fyri tey, ið bera brek" á ymiskt, sum rørir seg á brekøkinum - eisini hvussu vit vanliga orða okkum. Dagurin endaði við spennandi bókaframløguni "LUKKA", sum er nýggj, ókeypis bók um rættindi teirra, ið bera brek. Bókin er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag. Bókin er úrslit av samstarvi millum Edward Fuglø, listamann, Jastrid Gullaksen, Grafia, Ásu Olsen, aðalskrivara, og Tóru við Keldu, forkvinnu í MBF. Tónleikinum stóð M. C. Restorff fyri, og í steðginum varð ábit. Úti í forhøllini høvdu limafeløgini í MBF kunnandi tilfar, sum eisini legði upp til prát og viðkomandi ráðgeving. Eisini var høvi ókeypis at ogna sær vøkru plakatina, sum Heidi Andreasen gjørdi til ráðstevnuna. Samanumtikið ein góður og gevandi dagur, eisini í og við at nógv fólk høvdu valt at fagna MBF á 35 ára degnum við at vera við til ráðstevnuna. Tí hava vit í blaðnum hesa ferð valt at taka nakað av tí, sum kom fram á 35 ára degnum við - bæði við myndum og orðum. Hæddarpunktini innan brekøkið seinastu 5 árini Árið 2012 byrjaði við einari setanartilgongd, har MBF skuldi hava nýggjan dagligan leiðara, hetta tí at Anna Suffía, ið hevði verið í starvinum umleið 10 ár, fór frá vegna aldur. Mitt í setanartilgongdini andaðist Leila Solmunde, ið hevði verið for- kvinna í MBF síðan 2004, og varð várið 2012 merkt av hesum. Setanartilgongdin helt tó fram, og varð Ása Olsen sett í starv sum nýggjur dagligur leiðari at byrja 1. august 2012. Á aðalfundi í mai 2012, varð Carita Bjørklund vald til nýggja forkvinnu í MBF. Orsakað av, at MBF nú bæði hevði nýggja forkvinnu og nýggjan dagligan leiðara, varð beinanvegin farið undir at gera missión og visjón fyri MBF. Nógv lógaruppskot koma til hoyringar, og settu vit okkum fyri, at hoyringssvar skal gerast til øll uppskot, ið koma til MBF. Fyrsta stóra uppgávan eg fekk, varð at standa fyri at gera eina skuggafrágreiðing til ST. Hetta var ein sera spennandi uppgáva, og var størsta avbjóðingin, at vit fingu so lítið pláss til okkara part, at vit máttu avmarka okkum til tey mest bráðneyðugu økini, ið vóru uppi í tíðini tá. Tað er ikki altíð negativt at fáa lítið pláss, men heldur ger hetta uppgávuna meiri spennandi, tí neyðugt er at avmarka, raðfesta og at vera ítøkiligur. Arbeiðið við skuggafrágreiðingini bar við sær, at frágreiðingin skuldi leggjast fram fyri ST-nevndina í Geneve, og ikki kann sigast annað enn, at tað var ein stór løta, tann 15. apríl 2014, at fáa møguleikan at halda røðu og leggja frágreiðingina fram fyri ST-nevndina. Í mai 2014 fekk MBF aftur nýggja forkvinnu, Tóru við Keldu, og fall tað henni í lut í september 2014 at halda røðu fyri ST-nevndini. Hví gera skuggafrágreiðing og hevur hetta havt nakra ávirkan? Ikki kann sigast annað enn, at ein stór hugburðsbroyting er hend innan bæði politiska myndugleikan og embætisfólk. Longu á vári 2014 løgdu Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen uppskot fyri tingið, ið bygdi beinleiðis á skuggafrágreiðingina. Hetta gjørdi, at ST- sáttmálin og skuggafrágreiðingin fingu góða umrøðu í tinginum. Í oktober 2014 komu niðurstøðurnar úr ST, og ikki kann sigast annað enn, at øll hava tikið skuggafrágreiðingina og niðurstøðurnar, ið komu úr ST, sum aftursvar uppá atfinningarnar í frágreiðingini í álvara. Frá at gera lógarsmíð, ið ikki er brot á ST- sáttmálan, til at nú hevur lógardeildin á Løgmansskrivstovuni skipað fyri skeið fyri starvsfólk í mið- fyrisitingin um, hvussu tey skulu smíða lógir í tráð við ST- sáttmálan, kann ikki sigast annað enn, at hetta er eitt stórt framstig. Ítøkilig viðurskiftir, ið eru hend hesa tíðina kunnu nevnast: Fylgjarakortið, ið varð sett í gildi í Føroyum í desember 2014. Hetta gevur fólkum, ið hava tørv á fylgjara, møguleika at fáa fylgjaran við uttan kostnað. Nú gjalda tey bert sín ferðaseðil ella atgongumerki. Hendan skipanin við fylgjarakorti umfatar øll økir í landinum, tó manglar Atantic Airways og biografarnir at koma við í skipanina. Niðurstøðurnar frá ST nevndini eru greiðar, og tí er neyðugt, at øll taka saman hendur og arbeiða fyri, at Føroyar skal vera eitt gott land at búgva í hjá øllum. Samgongan eigur at gera eina brekpolitiska ætlan soleiðis, at tað verður sett út í kortið hvat ein ætlar at gera, nær og hvussu ( Eina virkisætlan). Vit kunnu hóskandi seta spurningin: Hvørja ávirkan hevur ein sáttmáli, ið er samtyktur í ST í New York á umstøðurnar hjá einum barni, ið býr í einari bygd í Føroyum? Hetta er so einkult og greitt, tí sáttmálin skal geva øllum sama møguleika sum onnur, ella javnrætt. Øll framgongd er góð, og er onki at ivast í, at har ið viljin er til staðar, er tað bert hugflogið ið setir avmarkingar. Tí síggi eg fram til, at vit fáa eitt samfelag, har tað ikki er brekið, ið vit leggja dent á, men umstøður og tað, ið skal gera dagligdagin hjá tí einstaka so góðan sum gjørligt, ið hevur størsta týdning. Fólk, ið bera brek eru ikki avbjóðingin í einum samfelag, nei tað er alt, ið er rundanum, ið er ein avbjóðing, og tí er tað mín vón, at tað eru umstøðurnar, ið vit koma at leggja dent á, soleiðis, at øll fáa somu møguleikar at búleikast í hesum landi, so vit av sonnum kunnu siga, at Føroyar er eitt gott land at búgva í hjá øllum. Einsamøll kunnu vit onki gera, men í felag megna vit alt. Ert tú brekað? Fyrr nýttu vit orð, sum vit ikki nýta longur. Ein sangur, sum vit við størstu sjálvfylgju sungu í 80'unum ljóðaði soleiðis: "Ein gamal nekari, sum Jósup róptur var, hann undir síni svørtu húð - eitt snjóhvítt hjarta barn" Hesin sangur var púra legalur fyrst í 80'unum - og hvat liggur í av øðrum fordómum kundi eg tosað leingi um - men nú sigur man ikki nekari longur. Happar man ein orsakað av øðrvísi húðarliti, kann man revsast av 266b! Tað er tó púra legalt at brúka orðið "brekaða" um fólk í dag. Skuldi eg havt hug til at melda onkran fyri at nýta orðið móti mær, so kann eg ikki tað. Orðið livir í "bedste velgående" og verður beinleiðis nýtt í fjølmiðlunum - eisini um elituítróttarfólk! Eg eri ein av teimum, sum hetta heitið hevur verið sett á. Mær hevur ongantíð dámt tað - heldur ikki í 1985. Ítróttur fyri brekað - ella bara ítróttur? Tá ið eg varð fødd - 9 vikur ov tíðliga - lá eg og stríddist í 4 dagar - fólk í hópatali bóðu fyri mær - og fingu bønarsvar! Allarhelst hevur harða byrjanin lært meg at stríðast og at arbeiða hart fyri tí, sum eg vil. Eisini havi eg havt ung foreldur, ið ikki gjørdu nakað hóvasták burturúr, at mítt gongulag var ótraditionelt - at eg var rørslutarnað. Um eg sigi, at eg ongantíð sum barn hugsaði um, at eg var eitt sindur øðrvísi, lúgvi eg. Men fokus var ikki á tí, sum eg ikki dugdi. Eg varð ikki happað sum barn, men hatta orðið, "brekaða" - tað sveið. Í 1981 fór eg at svimja við ÍSB - og tá fylgdi orðið við, tí tað, sum eg fekst við, var "svimjing fyri brekað". Enn í dag fylgir orðið við teimum rørslu- og menningartarnaðu, sum íðka ítrótt á høgum stigi. Fólk venja 9 ferðir um vikuna, men tað verður ikki viðurkent, sum annar elituítróttur, tí tað er "bara" svimjing ella ítróttur fyri brekað. Tá eg sum fyrsti føroyingur vann gullheiðursmerki í millumlandakapping fyri 31 árum síðani, var tað ein fantastisk uppliving. Fólk um alt landið gleddust og frøddust um hetta úrslit. Ein kensla av felagsskapi og samanhaldi frá Føroya fólki merkti okkum svimjarar, tá ið vit komu heim við gulli, silvuri og bronsu. Eg var heimsmeistari! Eg kappaðist millum tey, sum høvdu somu kropsligu avbjóðingar, sum eg. Eg kappaðist á jøvnum føti við onnur úr øllum heiminum - og eg vann. Men um eg nú sigi, at eg var ein brekaður heimsmeistari - so fer glansurin líkasum av heitinum. Hvussu er nú? Illa nokk hoyrist eitt orð um, at Krista Mørkøre skal umboða Føroyar á Paralympisku leik- unum í Rio í summar. Ein kapping, sum liggur parallelt við Olympisku leikirnar! Tað eru heimsins bestu svimjarar! Kann nevna, at bestu svimjararnir har svimja líka skjótt og í summum førum skjótari enn Føroya fremstu svimjarar - hóast hesi hava rørslutarn! Og vit hava ein føroying, sum luttekur á jøvnum føti við hini. Tilsamans 10 føroyingar hava umboðað Føroyar til Paralympisku Leikirnar síðani 1988. 4 svimjarar hava vunnið heiðursmerki: Christina Næss Johannessen, Tóra við Keldu, Katrin Johansen og Heidi Andreasen - tilsamans 1 gull, 8 silvur og 5 bronsumerki. Krista Mørkøre er tann 11. í røðini av ítróttafólkum, ið hava kvalifiserað seg. HVÍ hoyra vit so lítið um hetta í tí almenna rúminum? Er tað motiverandi fyri eitt elituítróttafólk at venja sum eitt ørt og so ikki at verða nevnd? Hongur tað saman við, at ÍSB er eitt sersamband fyri seg? Átti tað at verið skipað øðrvísi? Eg veit bara, at okkurt má broytast á hesum økinum. Allarhelst kann ymiskt gerast og eigur at verða gjørt skjótt. Tí taparin er ítróttafólkið. Annars vil eg nýta høvi til at ynskja Kristu Mørkøre og Páli Joensen allar- bestu eydnu í Rio. Og so vil eg ynskja Óla Mortensen, Magnusi Jákupsson og allarhelst øðrum allarbestu ynskir um at náa sínum málum og at koma til OL í 2020. Veit ikki um nakran enn, sum venur fram móti Paralympisku leikunum í 2020. Men feløgini kring landið eiga at taka móti fólki við onkrum tarni á jøvnum føti við øll onnur - um tey rinda sítt limagjald. Tað er ikki altíð ein sjálvfylgja her á landi. Men frælsítróttafelagið Hvirlan skal eiga stórt rós fyri sín fevnandi hugburð. Tað er mín vón, at jaligi hugburður teirra vinnur fram í tí framkomna samfelagnum, sum vit fegin vilja kalla okkum. Tí vit ynskja ikki serligar sømdir - bara somu sømdir. Eingin er øðrvísi - øll eru ymisk Mentamálaráðið hevur gjørt eina kanning undir heitinum: "Eg vil eisini hoyra til". Serliga beit eg merki í ein setning: Øll menniskju hava eina felags grundtráan í lívinum. AT HOYRA TIL. Men sum lærari dugi eg at síggja, at rákið gongur hinvegin: At vit sum samfelag diagnostisera og eyðmerkja. Er tað at stimbra undir kensl- una av at hoyra til? Kundu vit ikki heldur sett pening av til stuðulstímar inn í flokkar, har vit vita, at tørvur er á tí og soleiðis skapa karmar úti í fólka- skúlanum Skulu vit heingja spjøldur um hálsin á fleiri og fleiri børnum, sum frammanundan hava so nógv at stríðast við? Sjálvandi eru diagnosur viðhvørt neyðugar og ein lætti fyri foreldur, men eg haldi, at vit skulu vera varin. Tí við eyðmerkingini verða summi gjørd øðrvísi - og skumpað úr "vit" yvir í "tey". Og vit gera júst tað sama við at nýta orðið "brekað" um ein part av føroyingum. Sprotin hevur tveir týdningar av orðinum. Í fyrsta týdningi verður víst til Ítrótt fyri brekað. Sum um at tað er nakað annað enn ítróttur?!? Annar týdningur er niðrandi: skemdarorð millum børn og ung (OG vaksin!) um eitthvørt teimum ikki dámar t.d. brekaður tónleikur. So mín áheitan er greið: Strikið orðið brek og at vera brekaður - um fólk. Eingin vil kennast við hatta spjaldrið. Fólk, sum tosa ímóti at broyta orðið siga seg at hava brek, um tey brúka brillur, hava ringa mjødn o.s.fr. Men tey verða ikki umtalað sum brekað! Eg loyvi mær at siterað Káru Løkin, ið sigur at tey, sum halda, at vit eiga at varðveita orðið brekaður, kunnu sjálvi "pynta" seg við tí heitinum í eina viku. So fáa vit at síggja. Sigrun Wardum í Javna hevur víst á, at eisini fólk við menningartarni mótmæla hesum negativt ladaða orðinum. Harumframt havi eg latið mær fortalt, at fólk við sálarsjúkum heldur ikki vilja nevnast soleiðis! Sjálv hevði eg ongantíð havt "pyntað" meg við hesum orðinum, var tað ikki fyri svimjingina. So hevði eg bara verið ein vanlig kona, sum haltaði eitt sindur. (ikki tí - eg eri ómetaliga glað fyri, at eg fór at svimja) Men vit kunnu saktans nýta onnur orð í staðin, til dømis: Latið okkum standa saman aftur. Gleðast um ymiskleikan. Seta fokus á, hvat vit duga, heldur enn hvat vit ikki duga. Og mest av øllum: Lat okkum minnast til, at eingin er øðrvísi - øll eru ymisk. Fari at ynskja MBF hjartaliga til lukku við 35 ára degnum - og so er mín vón, at tá ið vit um 5 ár hátíðarhalda 40 ára dagin, hevur MBF broytt navn. At spæla fótbólt og koyra bil eru ting eg sakni Til 35 ára dagin hjá MBF, sum varð kallaður "Lívið hevur litir", høvdu vit gleðina av at hoyra Suna úr Hørg greiða frá sínum gerandisdegi sum blindur. Suni gjørdist næstan heilt blindur eftir eina arbeiðsvanlukku fyri tveimum árum síðani, og hevur vanlukkan broytt lívið hjá honum 180 stig. Vanur við at spæla fótbólt og at koyra bil, og nú at eiga bil standandi í túninum, uttan at kunna nýta hann, er ikki lætt. Í dag eru viðurskiftir, sum tað at fara at keypa inn, nakað, ið hann má planleggja neyvt. At fara í boksina eftir mati er trupult orsakað av, at hann hevur so nógv titanum i ørmunum, at hetta gevur nógva pínu ta løtuna, hann leitar eftir tí, hann skal taka úr frystiboksini. Tað at renna, ber ikki serliga væl til, og at koyra bil ber heldur ikki til, men Suni hevur eitt lætt sinni og eina vón um, at hetta møguliga kemur at laga seg soleiðis, at hann einaferð kemur at koyra bil aftur. At spæla fótbólt, og kenna tað frælsi hetta gevur, er nakað hann saknar ómetaliga nógv. Í dag er hann bundin av at nýta blindastavin, tá hann skal ganga. Suni hevur fingið fast starv sum timburmaður hjá Búsetur, og er hann ómetaliga glaður fyri hetta arbeiðið. Hann roknar ikki við, at nógvir arbeiðsgevarar høvdu givið honum fast starv við so lítlari sjón. Suni hevur altíð havt eitt lætt sinni, og dugir hann sera væl at nýta síni góðu skemtingarevni eisini í løtum sum hesari, har hann skuldi greiða frá, hvussu hansara lív er í dag. Hansara framløga var merkt av, at hann saman við tí dapra eisini megnaði at skemta og fáa fólk at flenna. Ein sera grípandi og góð løta, at síggja og hoyra hendan unga mannin. Eg eri framvegis sami persónur, sum áðrenn sjúkuna Fyrst fari eg at ynskja MBF hjartaliga tillukku vid 35 ára føðingardegnum. Takk fyri tykkara arbeiði at varpa ljós á og betra um umstøðurnar á brekøkinum. Nervalagssjúkan sclerosa er ein av mongu litunum á ráðstevnuni "Lívið hevur litir", og eg havi fingið tann heiður at greiða frá míni søgu. Tað er tó rættuliga fremmant hjá mær at tosa um meg sjálva og mína sjúkusøgu. Til fyri stuttum havi eg ikki kennt meg sjúka, so tá var onki serligt at tosa um. Men nú síðstu tíð- ina er støðan tíverri broytt. Eitt nú er gongulagið blivið so mikið vánaligt, at fólk eru farin at undrast og spyrja. Tað, at eg havi fingið sclerosu, hevur í stóran mun skert og broytt mínar møguleikar at liva tað lív, sum eg hevði og dámdi. Men tíbetur ber tað allíkavæl væl til framhaldandi at hava eitt gott og aktivt lív. Eg skal nú stutt greiða frá, hvør eg eri, nær eg bleiv sjúk, og hvussu hetta ávirkar lívið og gerandisdagin. Bakgrund Eg eiti Kristianna Sjóvará, eri 46 ár og fødd og uppvaksin her í Tórshavn. Eg tók studentsútbúgving herheima, men var eisini eitt ár í High School í USA. Síðani las eg cand.phil. og cand. mag. á Aalborg universiteti í ensk- um og altjóða og evropiskum viður- skiftum og við sálarfrøði sum síðufak. Av 6 ára lesnaðinum var eitt hálvár lisið á universitetinum í West Virginia í USA, og eitt hálvár var starvslæra á Fiskasøluni. Arbeiði Og eg havi havt góð og spennandi størv. Fyrst sum lærari á Studentaskúlanum í Hoydølum og á Handilsskúlanum á Kambsdali. Síðani sum fulltrúi í Mentamálaráðnum og sum deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni í Tinganesi. Tey síðstu árini havi eg aftur verið í Mentamálaráðnum, har eg m.a. havi havt ábyrgd av ES granskingarøkinum og Norðurlendskum netverkum innan útbúgving og gransking, umframt ymiskum samskipandi uppgávum og HR. Uppgávurnar hava verið fjølbroyttar og áhugaverdar og hava eisini havt við sær nógv samskifti og nógv fundar- og ferðavirksemi bæði heima, í Bruxelles og norðurlondum. Arbeiðið hevur verið ein stórur partur av mínum lívi, sum eg havi verið glað fyri. Eg eri framvegis fulltrúi í Mentamálaráðnum, men nú við niðursettari tíð og færri og tilpassaðum uppgávum. Eg fegnist um, at tað ber til, og vil takka bæði arbeiðsgevara og starvsfelagum. Men samstundis hevur hetta, at fara niður í tíð og siga frá mær spennandi arbeiðsuppgávur, verið ein stór persónlig avbjóðing - og kennist eisini sum eitt niðurlag. Sclerosa Eg fekk staðfest sclerosu í 2007. Tá var eg 38 ár. Men tá eg hugsi aftur, so hevði eg fyrstu symptomini sum gott 20 ára gomul. Eg og tvær vinkonur vóru júst komnar heim frá einum 4 mánaðar longum fjakkingartúri í Asia, har vit m.a. høvdu verið ein fleiri dagar langan gongutúr niðan í Himmalaiafjøllini í Nepal. Tá var sjálvandi ongin trupulleiki at ganga nógv og langt, og liggur hesin túrur nú í stóru rúgvuni við góðum minnum. Men væl heimafturkomin til Føroyar minnist eg, at tað eina beinið svav alt sum tað var í fleiri vikur. Eg hevði onga pínu, og kundi saktans ganga og brúka beinið vanligt, men kanska var eg eitt sindur meira klossut. Tað kennist nakað líknandi sum, tá man er doyvdur hjá tannlæknanum - man kann saktans tosa og eta, men man kemur lættliga at bíta skeivt. Tað føldist nokkso løgið, men eg var ung og væl fyri, so eg gjørdi onki við tað - eg hevði heldur ongantíð hoyrt um nakran, sum fór til lækna við sovandi húð. Næstu ferðirnar eg kendi hesa sovingina, var eg lesandi í Aalborg. Tað plagdi at ganga yvir av sær sjálvum aftaná nakrar vikur, so eg gjørdi onki við at kanna tað nærri. Føroyar Maður mín og eg møttust í Aalborg, men vóru flutt heimaftur áðrenn elsta dóttirin var fødd. Millum elstu og næstelstu dóttrina, tá eg var eini 28 ára gomul, fór eg so til kommunulækna at kanna enn eitt álop av soving. Hon sendi meg til neurolog, eg fekk eina tíð til røntgen. Men eg gav avboð til røntguna, tí eg var tá við barn, og sovingin hvarv aftur. Aftaná eg fekk tvíburarnar við 3. graviditeti, fekk eg tó aftur nakrar ferðir hesa løgnu sovingina, har húðin svav og var følilsisleys. Tá tvíburarnir, ein genta og ein drongur, vóru eini 4-5 ár, fór eg so aftur til komm- unulæknan, og hon sendi meg aftur til neurolog. Eg var send til ymiskar neurologiskar kanningar og skanningar, og sclerosan bleiv staðfest. Eg hevði als ongan kunnleika til hesa løgnu sjúku, og tað kendist bæði óveruligt og óviðkomandi. Men eg byrjaði so medisinska viðgerð, sum skuldi seinka um sjúkugongdina. Um júst somu tíð byrjaði eg í nýggjum starvi sum deildarstjóri í Løgmansskrivstovuni í Tinganesi. Eg hevði hvørki hug ella tíð til at vera sjúk, og eg føldi meg yvirhøvur ikki sjúkan. So eg helt fram við mínum aktiva dagligdegi, har eg stórtreivst - eg hevði spennandi og mennandi arbeiði, góðan mann og 4 deilig børn, og alt var frálíkt. Eg hevði faktisk gjørt tað sama umaftur, um eg skuldi valt. Blóðtøpp Fyri 6 árum síðani, tað var 1. jóladag í 2009, fekk eg brádliga eisini ein blóðtøpp í heilan, sum lammaði og ávirkaði alla mína høgru síðu og taluna. Neurologurin sigur, at hetta onki hevur við sclerosuna at gera, men bara var eitt óheldugt samanfall. Men í óhappinum var eg so heppin at sita í bilinum, og maðurin koyrdi meg beint á skaðastovuna, har eg varð skjótt og væl móttikin. Eg kom skjótt fyri meg, hóast høgra hond, fótur og tala ongantíð kom heilt uppá pláss. Men nú er sclerosan farin at gera meira um seg, og tá mín høgra síða frammanundan er veik av blóðproppinum, rakar sclerosan eyka nógv høgru megin. Serliga høgra hond er veik og hevur lyndi til at krøkja seg. Eg eri høgrahandað, so handskriftin er veik og vánalig, og eg skrivi nærum bara við teldu. At gera mat er í dag munandi meira tíðarkrevjandi, serliga krevur tað fokusering og tíð at skera frukt, grønmeti o.a. Mær hevur altíð dámað væl alt hondarbeiði so sum at binda, brod- era og seyma. Men tað ber eisini illa til í dag, tí fínmotorikkurin er so vánaligur. Av hesi orsøk havi eg lyndi til at lata vinstru hond taka meira yvir. Men tað ger bara, at høgra hond verður enn veikari. Sum ein ergoterapeutur segði við meg: "Use it or lose it". So eg royni mest møguligt at inndraga høgru hond í dagligu aktivitetirnar, hóast hondin ofta aktar illa. Kroppurin følist yvirhøvur tyngri, og følilsini t.d. undir iljunum eru vánalig. Tí havi eg ringa balansu og detti lætt. Eg skal nýta nógvu orku bæði fysiskt og mentalt at vera aktiv og t.d. at ganga - mentalt, tí at eg alla tíðina skal hugsa um tað at ganga, at flyta beinið og at lyfta fótin. Av tí sama møðast bæði kroppur og heili. Tað hevur týdning at halda seg fysiskt í form. Men tá hetta bæði krevur fysiska og mentala orku, er tað líka neyðugt við hvíld og góðum svøvni. Og sjálvandi sunnum kosti og heilsugóðum lívsvanum generelt. Tað kann vera trupult at finna fram til røttu venjingina, tá man hevur skerdan flytiførleika, Hjá mær riggar best við einum skipaðum dagligdegi, har eg hvørja viku svimji nakrar ferðir, geri ávíst venjingarprogram heima, gangi til fysioterapi og yoga. Tað, at eg eri før fyri at ganga og flyta meg runt av egnari megi, hevur havt stóran týdning fyri meg. So tá eg fekk staðfest sclerosuna, byrjaðu maðurin og eg at ganga 1 tíma hvørt kvøld. Vit ganga framvegis túr hvørt kvøld, men teinurin verður alsamt styttri og tempo'ið lægri. Raðfesting Eg flyti meg ikki líka lættliga longur, so tí má eg eisini raðfesta millum dagligu aktivitetirnar. Innkeyp til húsarhaldið er t.d. nakað, sum er tungt og trupult, og er ein av fleiri aktivitetum, sum maðurin nógv skjótari og betur enn eg orðnar. So tað sleppi eg so deiliga lætt frá. Nei, persónliga er tað eitt ordiliga keðiligt afturstig, ikki sjálv at kunna orðna tað, sum eg plagdi. Men man lærir at innrætta seg mest praktiskt, so tingini fungera bæði fyri meg og alla familjuna. Sum familja dámar okkum væl at ferðast. Og maðurin og eg hava altíð, eisini heilt frá byrjan, meðan vit vóru lesandi og júst flutt heim, raðfest í minsta lagi ein túr uttanlands um árið. Fyrr og við smáum børnum var talan um bíligar ferðir uttanfyri háárstíð, men altíð við nógvum upplivingum og góðum minnum. Hetta at raðfesta minst eina árliga familjuferð uttanlands er framvegis óbroytt. Í dag krevur tað bara neyvari umhugsan og planlegging enn fyrr. Vit hava t.d. júst verið í Danmark í konfirmatión øll 6, og tá fekk eg leigað mær ein lítlan el scootara, sum lættliga kundi leggjast saman, so hann passaði í bilin. Tað var faktisk eitt gott upplivilsi, tí á henda hátt kundi eg vera við til túrar og nógvar tímar í shoppingcentrum uttan stórvegis trupulleikar. Eg eri glað fyri enn at kunna hava ein samansettan dagligdag við familju, arbeiði og eini venjingarætlan morgun og kvøld. Eg og vit øll skula venja okkum við, at ting generelt taka longri tíð, og aktivitetir skulu planleggjast fyri at alt skal hanga saman. At fara niður í tíð og bert hava avmarkaðar arbeiðsuppgávur, er framvegis ein avbjóðing, sum eg framhaldandi royni at finna útav. Eg eri von við og dámi at arbeiða nógv og breitt. Arbeiðið hevur enn stóran týdning fyri meg - bæði mentalt, sosialt og nú eisini fysiskt. Tá kann eg nýta høvdið, og samstundis hvíla kroppin, alt meðan eg eri partur av einum sosialum felagsskapi saman við fittum og dugnaligum starvsfelagum í Mentamálaráðnum. Men bæði til arbeiðis og heima skal eg nú venja meg við ikki at hava ein líka stóran leiklut sum fyrr. Persónliga er tað faktisk nokkso trupult, hóast bæði familja og arbeiðgsgevari hava verið stak positiv at finna loysnir saman við mær. Og tað eri eg takk- som fyri. Sum persónur elski eg at vera í gongd, at vera við, har sum tað hendir, og at hava nógvar bóltar i luftini í senn. Eg dámi væl at menna meg og taka ábyrgd. Og eg elski at ferðast, at uppliva nýtt og koma út í heim. Ja, sclerosan hevur broytt mítt lív og gerandisdag munandi, og eg noyðist allatíðina at gera prioriteringar. Og onkuntíð finna nýggjar hættir at skipa lívið. Men eg havi tað gott, og eri framvegis sami persónur, sum áðrenn sjúkuna. Hvussu framtíðin verður, veit ongin. Men lívið er ein fantastisk gáva, og hóast ávísar avbjóðingar, sum kunna vera frustrerandi, kenni eg meg bæði glaða, nøgda og sera vælsignaða. Takk fyri. Jú longri vit bíða, jú fleiri av okkum liggja eftirá Til 35 ára dagin hjá MBF, sum var kallaður "Lívið hevur litir", hevði Bárður Persson fyrilestur um depres- sión. Bárður byrjaði við heilt stutt at siga, hví hann kom í eina djúpa depressión, og hvussu tað var at vera í henni. Nú geva vit Bárði orðið, sum á 35 ára degnum eisini kom við eini inniligari áheitan, sum kann lesast niðast her: Far eftir allari tí hjálp, sum tú kanst fara eftir: Her snýr tað seg um at skúgva allan býttisligan stoltleika burtur. Fær eftir allari tí hjálp tú hevur brúk fyri. Ger nýtslu av tí sunna frek- leikanum, ið sigur: "Eg havi akkurát somu rættindi sum øll onnur til at fáa eitt virðiligt lív!" - Men minst til! Tað er í grundini bara tú sjálvur, ið kann geva tær sjálvum rættin til eitt virðiligt lív. Og minst so eisini til, at grundin til, at tú mást biðja um hjálp, er ikki tí, at tú ert veikur, men tí, at tú hevur verið ov sterkur í alt ov langa tíð. Relatiónir Burtur við ósunnum relatiónum: Tað er sera umráðandi at seta sunn mørk. Ger upp við teg sjálvan, hvat tú kanst ganga við til, og hvat tú ikki kanst ganga við til. Við øðrum orðum, hvar endar tú, og hvar byrja hini. Tú eigur als onki í tí arvaða lortinum, sum liggur tungt niðri í tí arvaða ryggsekkinum. Slít teg burtur úr ósunnum relatiónum og oyðileggjandi medavhengiheit - tú hevur títt hægra vald, og onnur hava sítt hægra vald. Stóla uppá, at teirra hægra vald fer at hjálpa teimum, og vísur teimum á veg. Svøvnur Svøvnurin er tað allar viktigasta: Uttan svøvn, ongin orka til at viðgera seg sjálvan. Ger tískil alt fyri at fáa ein góðan svøvn, og spyr teg sjálvan, hvat er tað, sum ger at svøvnurin fer? Tað kann t.d. vera manglandi kvalit- etur á madrassu, dýnu, kodda, song o.s.fr. ein av orsøkunum. Hvussu er temperaturur og útlufting í sovirúm- inum? Hevur tú ofta tipta nøs, beint áðrenn tú leggur teg og vaknar so løtu seinni, tí muðurin er óvanliga turrur. Í so fall kann nasasprey nýtast, beint áðrenn ein leggur seg. Hevur tú tankameldur, ja, so ber til at gera eina avspenning ella meditatión ella bæði tvey áðrenn tú leggur teg, ella tá tú hevur lagt teg. Her vóru bara nøkur dømi úr rúgvuni. Annars ber jú til at fara á netið og finna meira um evnið. Ymiskar íðkanir Tað er sera nógv, ein kann íðka fyri at fáa tað betri. Fyri bara at taka okkurt úr rúgvuni, kann her nevnast yoga, meditatión, gongutúrar, fjalla- túrar, rennitúrar, styrkivenjing, rútmuvenjing og annars ymiskan ítrótt. Og talan kann jú eisini vera um ítriv av ymiskum slag, og her er tað bara hugflogið, ið setur avmarkingar. Sinnisviðgerðir Eitt ótal av ymiskum sinnisviðgerðum finnast til fólk, ið eru í eini depressión. Eitt nú sjálvhjálparbólkar, so sum sjálvhjálparbólkar innan depressión, bipolar, AA, ACA, kynsligan ágang o.s.fr. Eitt annað er so sjálvandi anti-depressivar heilivágsviðgerðir, sum eg slett ikki fari inn á. Her kann eg einans viðmæla einum at venda sær til sín kommunulækna, og fáa ein slíkan at hyggja nærri eftir støðuni. Og so annars terapiir av alskyns slagi. Eg fari ikki meira inn á alt hetta, tí hetta er eitt so ómetaliga umfatandi umráði. Men eg kann tó enda við at siga, at her er nokk best at venda sær til okkurt skikkað fakfólk og fáa eina gjølla kunning um, hvørjir viðgerðarhættir finnast, og útfrá hesum finna fram til okkurt, ið kundi verið væl egnað til ein sjálvan. Matur Roynið sum frægast at eta sunt, men setið tó ikki ov høg krøv. Oftast er best at broyta matvanan so líðandi. Eitt haldgott umskifti tekur jú tíð. Og í hesum samanhangi er vert at minna á, at tað eru tey smáu fetini sum telja. Alt tað, sum skal til, fyri at ein kann fáa tað betri, má gerast í eins egna tempo. Róm bleiv jú ikki bygt uppá ein dag, og soleiðis er tað jú eisini við psykuni hjá okkum. Vitaminir og lýsi Sera umráðandi at geva heilanum ta olju, hann hevur brúk fyri, fyri at kunna fungera optimalt. Her er van- ligt toskalýsi heilt einastandandi - og tað fæst jú eisini við sitrón smakki. Annars er sera umráðandi at fáa nokk av vitaminum og mineralum. Her ber til at fara til ein kostráðgeva og fáa meira at vita. At acceptera sína støðu Og her til seinast. Fyri yvirhøvur at kunna koma víðari og finna ein inn- ara frið, er ein noyddur at koma hartil, at ein so smátt byrjar at acceptera sína støðu. At megna at siga við seg sjálvan, at støðan er nú eina- ferð soleiðis, sum hon nú einaferð er, og tað er tað. Hetta merkir ikki at geva upp. Als ikki. Hetta merkir bara, at ein setur seg sjálvan meira frían og betri evnar at síggja veruleikan, akkurát sum hann er. Og við hesum ber betri til at síggja, hvat tað er, sum skal broytast, og hvussu hetta kann verða gjørt. Um ein ikki kemur til at kunna brúka hetta sum eitt útgangs- punkt, verður ein helst at liva í eini uppslítandi ónøgd, ið heldur tarnar, stjelur orku og førur til offurrollu, held- ur enn at síggja verðina við nýggjum eygum. Áheitan Eg fari at enda við at halda eina lítla talu. Hon hevur onga yvirskrift. Hon er vend til okkum øll, og ikki minst teimum myndugleikum, ið veruliga kunna gera ein mun á tí psykiatriska økinum í Føroyum. Ein persónur, sum er í eini djúpari depressión, roynir ofta til fánýtis at berja seg upp gjøgnum fjøll, ið eru størri, brattari og meira grýtut og óuppkomilig, enn nakað fjall, ið vísur seg í einum jarðligum búna. So her er ikki talan um manglandi vilja, men heldur um ein óvinniligan kamp. Sera óheppið kann tí vera at koma við moralskum úttalilsum, so sum: "Tú má bara royna at taka teg saman" ... "Tú mást altso hugsa um tíni børn" ... "Vit onnur, vit hava eisini okkara niðurtúrar og okkara at dragast við" o.s.fr., o.s.fr. ... Ja, sera óheppið, tí eitt er sikkurt, tann depressiónsrakti manglar ikki viljan. Tí ein og hvør, ið er í eini slíkari støðu, vil geva alt tað hann eigur fyri at sleppa burturúr henni aftur. Trupulleikin er bara tann, at við- komandi ikki einsamallur evnar at tilogna sær teir førleikar, ið skula til fyri at sleppa sær burturúr hesi sera óunniligu støðu. Tað einasta, ið veruliga hjálpir einum, ið er í eini djúpari depressión, er at vera møttur við rúmligheit, inniligheit, eyðmjúk- leika og forstáilsi, sum samanlagt mynda forvitnisliga og fjálgandi hugtakið kærleiki. Tað er ígjøgnum kærleikan, at vit kunna rætta okkara lekjandi hendur út og lyfta hvønn annan upp úr dýpinum. Men alt hetta er lættari sagt enn gjørt, tá talan er um at vera ein avvarðandi hjá einum álvarsligt sálarsjúkum. Tí hesi eru ofta fullkomiliga útmødd, tí tey ofta hava givið alt, aftur og aftur, og hetta ofta uttan at kenna, at tey sjálvi fáa nakað aftur, og hava tískil einki eftir, sum tey kunnu geva. Resursurnar eru snøgt sagt vundnar burtur úr hvørjari tí einastu kyknu. Tey hava ofta verið í heimsins torførasta leikluti í alt ov langa tíð. Tey eru sum útbrendir sjónleikarar, sum uttan stórvegis vegleiðing frá einum leikstjóra royna at krøkja seg til eitt leikrit, sum ikki longur gevur nakra meining at spæla, og tískil ikki longur kann framførast við sál. Og hetta enn minni, tá havt verður í huga, at hetta ótespiliga leikrit skal framførast á einum palli, sum fyri langari tíð síðani er dottin sundur Her er tí sera neyðugt, at tey kunna fáa alla ta hjálp, tey yvirhøvur kunna fáa frá okkara sálarheilsuverki. Men trupulleikin her er bara tann, at vit í dag hava eina psykiatri, sum í tí stóra og heila yvirhøvur ikki fungerar. Í nógvum førum er talan um viðgerð, ið er sera lítið munagóð og í ávísum førum beinleiðis skaðilig. Um vit vilja tað ella ikki, ja, so er hetta tann sera óunniliga støðan, vit í dag eri í. Mín innarliga áheitan til politikarar og onnur myndugleika avvarðandi, sum eru her í dag, er tískil tann, at sett verður inn við allari tí orku, sum skal til, fyri at fáa okkara sera illavirkandi psykiatri uppá beinini aftur. Ein illavirkandi psykiatri, sum uttan iva er tann dysfunktiónin, ið er tann allar dýrasta dysfunktiónin, vit yvirhøvur hava í tí føroyska samfelagnum í dag. Ein dysfunktión, ið er viðvirkandi til, at eitt náðileyst sjúkuelvandi helviti sleppur at spjaða útmergjandi pínu, ótolandi sorg og sorandi sálarsjúku rundan um seg. Eitt satt helviti, har fleiri og fleiri av okkum vera inkluderaði, um ikki nakað heilt munagott verður gjørt alt fyri eitt. Eitt, ið byrjað kundi verið við, er at seta ein arbeiðs- og eftirlitsbólk, ið hevur til uppgávu at venda hvørjum tí einasta steini innan fyri psykiatriska økið í Føroyum. Og tá eg sigi hvørjum tí einasta, so meini eg altso hvørjum tí einasta. Her finnist als eingin heilag kúgv, sum er so heilag, at vit kunna loyva okkum at lata hana standa í vegin fyri munandi batum á psykiatriska økinum í Føroyum. Og lat míni seinastu orð her í dag verða hesi: Latið okkum fara undir eitt slíkt arbeiði alt fyri eitt. Tí eg kann garantera fyri - og hetta við eini 100 prosent fullvissu - vit sleppa ikki undan. Og jú longri vit bíða, jú fleiri av okkum liggja eftirá, og jú størri gerst tann endaliga rokningin. Takk fyri háttvirdu áhoyrarar! Landsstýriskvinnur á 35 ára degnum Í samband við ráðstevnuna "Lívið hevur litir", fingu Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam, landsstýriskvinnur, soljóðandi spurning frá MBF: Hvørjar ætlanir hevur tú fyri brekøkið komandi árini? Mentamál Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, segði, at á skúlaøkin- um verður strembað eftir javnbjóðis møguleikum fyri øll í eini inkluderandi skúlaskipan í tráð við grein 24 í ST sáttmálanum um rættindi hjá ein- staklingum, ið bera brek. Í Hoydølum eru tveir serflokkar innan autismuøkið. Á Kambsdali sá fyrsta serbreytin dagsins ljós í fjør, og komandi skúlaár vera serbreytir á Glasi og Tekniska skúla í Klaksvík. Hetta má sigast at vera nýbrot í føroyskari skúlasøgu. Ætlanin er at raðfesta økið í árunum, sum koma, og miðað verður eftir at halda gongdini m.a. við javnari upptøku. Somuleiðis er ætlanin at stovnseta serbreyt á mið- námsskúlanum í Suðuroy í 2017. Ætlanin er eisini at víðka Rásina. Vælumtókta sertilboðið í Skúlanum á Fløtum er skipað sum varandi skip- an, og stig verða nú tikin til at skipa verandi serflokkar eftir sama leisti og skipa nýggjar serflokkar m.a. í Suðuroy og Vágunum. Somuleiðis er skjøtul settur á at menna skúlatilboðið í Skúlanum á Trøðni. Stig verða nú eisini tikin til at fáa starvsøkið hjá námsfrøðiligu stuðl- unum skipað betur. Almannamál Eyðgunn Samuelsen segði, at sum landsstýriskvinna í almannamálum má ein viðurkenna, at tørvurin á brekøkinum er stórur og samansettur, og tí er neyðugt at velja einstøk øki, ið vit leggja dent á. Nú MBF hevur 25 limafeløg, sigur hetta nakað um, hvussu stórur og samansettur tørvurin er innan økið. Landsstýriskvinnan vísti til niðurstøðurnar frá hoyringini í breksáttmálanum í 2014, har ST nevndin ynskir, at Føroyar ger eina brekpolitiska ætlan, ið skal fevna um øll sátt- málaøki, og sum skal hava ítøkilig mál, ið kunnu mátast. Hetta arbeiðið skal setast í gongd soleiðis, at vit, tá ið næsta frágreiðing skal sendast til ST í 2019, eru komin hetta stigið víðari. Geiraábyrgd og samstarv er veg- urin fram, og er tað neyðugt áhald- andi at menna og samstarva tvørtur um myndugleikaøki og fakøki. Leisturin fyri tí góðu tilgongdini skal víðkast til onnur øki eisini. Viðvíkjandi ungum við sálar- sjúku er neyðugt at fyribyrgja og at seta inn so tíðliga sum gjørligt. Landsstýriskvinnurnar í almannamálum, mentamálum og heilsumál- um, fara í felag at seta ávís arbeiði í gongd á hesum økjum. Landsstýriskvinnan vísti á niðurstøðurnar úr ST um at tryggja, at harðskapur og misbrúk ímóti øllum fólkum, ið bera brek, verða fráboðað og væl kannað, og at neyðugi stuðulin til offur er tøkur. Hon vísti á heild- arætlanina um kynsligan ágang, ið fevnir um harðskap mótvegis fólki, ið bera brek, og at heildarætlanin hevur serligt átak, ið snýr seg um at fyribyrgja og verja fólk, ið bera brek, og at veita neyðuga hjálp. Komandi árini er ætlanin at skipa fyri Norðurlendskari ráðstevnu í Føroyum, ið skal varpa ljós á hetta evnið og er rættað mótvegis starvsfólkum og mótvegis fólki, ið bera brek og teirra avvarðandi. Tænastupolitikkurin verður liðugur ísummarogerviðtilatsetaorðáog peika á økið í ein rætning, og síðan skal ein tænastulóg gerast. Stórur tørvur er á fleiri tíðarhóskandi bústøðum. Nýggir og tíðarhóskandi bústaðir skulu útvegast við støði í tørvinum kring landið. Serliga stórur tørvur er í miðstaðarøkinum. Lukka vísir veg til javnrættindi Sama dag, sum ráðstevnan "Lívið hevur litir" var í Norðurlandahúsinum í samband við 35 ára dagin hjá MBF, varð bókin Lukka givin út. Bókin tekur støði í ST- sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, og vísir á grundleggjandi rættindi føroyinga. Teksturin, sum er týddur og tillagaður, so hann er lættari enn uppruna teksturin at lesa, hava Ása Olsen, aðalskrivari í MBF, og Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, staðið fyri. Myndirnar, ið eru við til at gera sáttmálan livandi, hevur Edward Fuglø teknað, og tað er Jastrid Gullaksen, sum hevur sett bókina upp. Bókin byrjar við eini løtulýsing og frágreiðing um navnið. "Ert tú komin at vitja ommu, lukka?" Soleiðis sigur omma altíð við einum brosi, so ein muss og eitt klemm og ein drekkamunn á borðið. Her merkir lukka tað sama sum vælsignaður. Lukka merkir eisini eydna. Og Lukka eitur fína bamsan, sum hvørki er genta ella drongur. Samansett av ymiskum litríkum mynstrum, og við tveimum oyrum, ið ikki eru eins. Tveir ymiskar armar og tvey ymisk bein hevur Lukka eisini, og sanniliga, um annað eygað ikki er ein knappur. Lukka er ætlað børnum og vaksn- um at lesa í felag, og vón okkara er, at hon kveikir áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek. Eisini er tað okkara ynski, at allir føroyingar koma at kenna tey rættindini, ið sáttmálin leggur upp til, so at rættindini gerast veruleiki í føroyska samfelagnum. Við sama ynski varð bókin send øllum næmingum í 4. flokki í fólka- skúlanum. Myndin er frá hugnaligari morgunløtu saman við næmingunum í Norðskála-Oyrar skúla. Lukka er ókeypis og kann fáast á skrivstovuni hjá MBF í Tórshavn. Eisini er møguleiki at fáa eintak á Bókasavninum við Løkin, Bóka- savninum á Norðskála-Oyrar skúla, Fuglafjarðar bókasavni, Klaksvíkar bókasavni og Vága bókasavni. Frá í komandi viku er Lukka eisini at fáa í Suðuroynni og á Sandoynni.