Nú rennur sólin fríð List hevur alstóran týdning í nútíðarsamfelagnum, men hevði eisini heilt serligan (andaligan) týdning fyrr. Kring allan heimin hava yrkingar verið nýttar til at lýsa ymisku/ymsu viðurskiftini í samfelagnum. Vit kunnu lesa eldri yrkingar í dag og fáa innlit í kenslur og tankar hjá ymsu sálmaskaldunum, og sostatt eisini hjá menniskjunum tá. Kingo sálmarnir eru sera kendir og hava verið nógv nýttir í føroyum, serliga sunnumorgnar í kirkjuni. Teir vísa á tankarnar, ið almenningurin hevði til Gud og til umheimin. Hugvekjandi er hjá okkum at lesa, hvussu Kingo, ið var biskupur, nýtti nógvar mótsetningar til at koma fram við einum boðskapi og skapti kontrast ímillum jørðina og Himmalin við sínum skaldskapi. Thomas Kingo hevur skrivað sálmin "Nú rennur sólin fríð" í 1674, og Christian Matras umsetti hann úr donskum til føroyskt næstan 300 ár seinni. Tó hevur hann valt bert at tikið 6 ørindi við, ímeðan tann danska útgávan hevur 16 ørindi. Yrkingin stendur í "Sálmabók Føroya Kirkju" frá 2000, men hevur eisini verið sungin áðrenn. Av tí, at tann føroyska útgávan hevur serligan týdning í Føroyum, havi eg valt at tikið støði í henni. Har er sera nógv at skriva um, og tí havi eg valt at avmarkað meg við ikki at skriva um tí donsku ella koma inn á munirnar millum báðar sálmarnar. Sálmurin er skrivaður á gamlan hátt, á donskum við aa ístaðin fyri å og á føroyskum við sermerktum orðum, ið ikki verða so nógv nýtt longur. Dømi eru "jarðarbú" "Breðg" og "sálarvága". Málið er hátíðarligt skriftmál, ið serliga verður nýtt til yrkingar og sálmar. Sálmurin er regluligt skipaður og inniheldur seks ørindi, við átta reglum hvør. Allar hava endarím ababcddc, og vit síggja eisini dømir á bókstavarím. Vit lesa á fyrst reglu í ørindi tvey: "Ótøld sum sandskorn smá," har trý orð byrja við s. Eisini í ørindi trý og á reglu trý lesa vit: "mær gyrdi garð og grund," har g so er bókstavarím. Sálmurin sum heild er lýriskur, tí hann lýsir kenslurnar hjá yrkjara-eg'num, sum hann sigur frá um Guds náði. Sálmurin kann býtast upp í partar. Fyrsti partur er ørindi 1-2, ið vísir á Guds náði og vakurleika. Her er huglagið sera gott, og eingi negativ orð eru her. Ørindi 3-5 síggja vit størri kontrastir, og her snýr tað seg um gerandisdagin, og hvussu Gud kann vera ein partur av honum. Í 5. ørindi lesa vit eisini um, hvussu yrkjara-eg'ið hevur eitt ynski um at halda seg burtur frá synd. Síðsta ørindi snýr seg so um Gud, og hvussu Hann kennir til allan tørvin, og tí er eingin orsøk til at óttast. Allur sálmurin sum heild lýsir ein aktivan Gud, ið er ein partur av øllum økjum av lívinum. Sum nógvir aðrir sálmar, hevur hesin nógv myndamál. Ein samanbering er: "Ótøld sum sandskorn smá," ið eisini verður nýtt í Bíbliuni í samband við hugsanir Guds um okkum (Sálm. 139;18). Her er talan tó um Guds náði, og hon verður eisini samanborin við havsins sáð og havsins dýpi, ið vísir á, at náðin er óendaliga nógv, tí havið tømist ikki. Persónsgerð síggja vit í fyrsta ørindi, ið byrjar við at sólin rennur fríð og umgyllir fjall og líð. Hetta er við til at lýsa Guds skaparverk sum nakað gott og vakurt. Sólin verður eisini ofta nýtt í samband við náðina, ið er nýggj hvønn morgun. Tí riggar tað sera væl at nýta sólina í hesi yrking. Hon er vøkur, sum hon kemur upp og lýsir á fjøllini um morgunin, tí hon vísir á, hvussu Gud ger alt nýtt og gott. Heitið er fyrsti partur av sálminum, ið er: "nú rennur sólin fríð," so vit síggja, at Kingo hevur valt at leggja serligan dent á hana. At hon rennur fríð, vil siga, at hon er vøkur og ferðast við nógvari ferð. Hetta kann eisini sipa til, at lívið á jørðini er stutt, tí sólin fer upp, men fer eisini skjótt niður aftur. Tað er ein ringrás, sum tó fær ein enda. Lívið kann tykjast sum tað bert heldur á, júst sum sólin kemur aftur næsta dagin, men áðrenn ein veit av, so er tíðin runnin frá einum. Annað myndamál er ein skál, ið verður fylt av Guds náði uttan mál. Vit lesa eisini um "likams blómublað," ið vísir á nakað skirvisligt og vakurt. Menniskjans likam er nakað skapt, men er tó sera vesaligt, og hansara sálmar vísa eisini á, hvussu stutt lívið er, og at alt á jørðini bert er fáfongd. Hesin sálmurin er einki undantak. So hetta vísir, júst sum sólin, at lívið er vakurt, tí Gud hevur skapt tað, men at enda, so følnar tað. Summarið er ongantíð serliga langt, og tað er ikki leingi, at blómurnar eru at síggja. Serliga ikki í tempereraða økinum, har blómur eru heldur sjáldsamar samanborið við tann langa og kalda veturin. Sálmurin inniheldur nógvar mótsetningar og lýsingarorð. Heimurin og Himmalin eru týðiligir mótsetningar, og eisini nátt og dagur. Guds náði er ljós, ið fær menniskjuni úr myrkrinum og náttini. Vit lesa eisini í ørindi trý og reglu seks til átta: "men frælsur eri eg, frá deyðans dapra veg og sálarvága." Yrkjara-eg'ið sigur, at hann er frælsur, tí Gud hevur gjørt hann frælsan frá deyðans dapra vegi. Hetta er við til at skapa kontrast, og tað gerst ein týðiligur skilnaður ímillum lívið við Gudi og lívið uttan Gud. Hóast ymiskt á jørðini verður lýst sum vakurt, so er tað ein negativur hugburður til heimin. Vit lesa, at tað er tørvur á vernd um náttina, og tað er eisini ein bøn um at sleppa undan sorgini. Hann sigur, at hann hevur tørv á styrki og kraft. Hetta verður ongantíð nevnt í samband við Himmalin ella Gud, ið bert hevur tað góða. Tað er har signingin, styrkin, hjálpin og verndin kemur frá. Huglagið í sálminum er fylt við ærufrykt og kærleika til Gud. Tað er eitt persónligt samband millum yrkjara-eg'ið og Gud, ið hóast tað, eisini er fylt við gudsótta. Vit uppliva ígjøgnum yrkjara-eg'ið, hvussu hann sær tað vakra og undrast á stórleika Guds. Hann nýtir eisini náttúrufyribrigdi at lýsa Gud, og soleiðis rakar hann eisini lesaran, ið kennir til vakurleikan, tá sólin rísur, og tey mongu og óteljandi sandskornini á strondini. Hetta eru ítøkiligir lutir og sjónir, ið síðani eru við til at gera Gud kendan, og tað er eisini ein máti at skilja Hann uppá. Temu í yrkingini eru átrúnaður, fáfongd og Guds náði. Øll yrkingin lýsir kenslurnar, ið yrkjara-eg'ið hevur. Hann vísir gleði og takksemi til Gud, tí Hann hevur bjargað honum úr vanda. Átrúnaður er høvuðstema, men Guds náði spælir eisini ein stóran part í yrkingini. Sálmurin er ein lovprísan til Gud og hansara stórleika. Sálmurin inniheldur sera nógv barokk eyðkenni, og hann er eisini skrivaður í tí tíðarskeiðinum. Í barokk tíðarskeiðinum hevði átrúnaður sera stóran týdning, og hetta síggja vit eisini í sálminum. Vit lesa eisini, hvussu lívið er merkt av truplum tíðum og armóð. Yrkjara-eg'ið strekkir seg út til Gud, tí hann hevur tørv á hjálp og styrki. Frælsi er at fáa frá Gudi, og trúgvin heldur honum uppi. Sálmurin hevur eisini ein strangan bygna við regluligum endarímum og rútmu. Hann er eisini sermerktur av nógvum lýsingarorðum og antitesum. Sálmurin hevur sama hugburð sum Descartes vísir í einum sitati: "Tað einasta, vit kunnu vera vís í, er, at Gud er einasta standpunktið í lívinum, og Honum kunnu vit hava álit á." Sálmurin kann samanberast við yrkingina: "En enkemands nattetanker over sin kones grav," ið hevur sama hugburð til Gud og heimin. Tað er ein deyðslongsul, og Gud er tann, ið allur vakurleiki stavar frá. Trúgvin er tann, ið troystar. Heimurin hevur einki at bjóða, og tað er fokus á Gud. Tó hevur "En enkemands nattetanker over sin kones grav" eina søgugongd, ið annars ikki er til staðar í hesum sálminum. Yrkjara-eg'ið fer eisini ígjøgnum eina menning, tí hann er í stórari sorg og upplivir, hvussu ein eingil vísir honum, at alt ikki er so dapurt, sum tað tykist. Í sálminum er Guds vernd ein tilvitaður partur av lívinum, og tað er ein tryggleiki hóast myrkrið frá byrjan av. Tað tykist, sum yrkjara-eg'ið situr og grundar á lívið og Guds náði, ið síðani kemur til sjóndar sum ein hálovan av tí vakra og góða frá Gudi. Báðir vísa á ein kærleika til Gud og samstundis á gudsóttan. Sálmurin sum heild gevur okkum eitt innlit í tankar hjá menniskjum hetta tíðarskeiðið, og vit síggja, hvussu átrúnaður hevur spælt ein stóran leiklut. Gud var orsøkin til alt gott, og øll signing kom frá Gudi. Sum biskupur umboðar Kingo tey høgtstandandi innan kirkjuna, og vísir tískil á hugburðin hjá kirkjuni til Gud. Sálmarnir hjá Kingo eru væl skrivaðir, og hann dugir sera væl at vísa á mótsetningar og skapa kontrast í sínum skaldskapi. Um ein er trúgvandi, er sálmurin ógvuliga aktuellur, tí hann hevur ein varandi og óbroytandi boðskap. Sálmurin kemur sostatt at hava størri týdning fyri ein trúgvandi, enn fyri ein, ið ikki trýr á Gud, tí náðin og tað kensluliga mótvegis Gudi ikki kemur at siga viðkomandi nakað serligt, men kemur bert at hava søguligan týdning. Tískil er relevansurin individuellur, men tað at sálmurin stendur í Sálmabókini frá 2000, vísir eisini á, hvussu hansara sálmar enn hava týdning mong hundrað ár aftaná, at teir er skrivaðir. Kingo og barokkur Fyri siðaskiftið í 1539 var sálmasangurin í næstan øllum londum á latínskum máli. Men við Luther fingu fólk Bíbliuna á teirra móðurmáli og eisini sálmasangin, so tá fóru prestar og rithøvundar at yrkja sálmar á móðurmálinum. Føroyingar høvdu einki skriftmál um hetta mundið, og tískil sungu føroyingar danskar sálmar í kirkjunum. Thomas Kingo varð so væl umtóktur, so vit enn í dag tosa um serføroyskan kingosang, ið varð til eitt serstakt sang slag í Føroyum; og enn tann dag í dag eru tað fólk í Tjørnuvík, ið eru før fyri at syngja hetta sang slagið. Kingo hevur yrkti "Nu rinder solen op" í 1674, men Christian Matras týddi sálmin til føroyskt í 1939. "Nú rennur sólin fríð" stendur í Sálmabók Føroya Kirkju, 2000. Tað eru 6 ørindi í yrkingini, har hvørt ørindi hevur 8 reglur. Regluliga skipaða yrkingin hevur eisini regluliga teknseting. Innihaldsliga kann hon býtast í 5 partar. Fyrsta ørindið er ein inngangur, har hann greiðir frá um náttúruna. Hann sigur við seg sjálvan, at hann skal vera glaður fyri alt tað, ið hann sær, tí Guds skapanarverk er í roynd og veru fantastiskt. Annað og triðja ørindið snúgva seg um tað sama, ið er Guds náði. Harrans náðið er so stór, at eingin kann máta hana. Hann er takksamur fyri náðina, ið hann fær frá Gudi. Hann hevur onga sálarkvøl og er tískil ikki ólukkuligur inni í sálini. `I fjórða ørindi fer Kingo frá ytru náttúruni til innaru náttúruna. Hann leggur nógvan dent á, at Gud ansar eftir honum, og at hann altíð er har fyri hann. Eitt nú, tá ið hann leggur seg at sova, verja einglarnir hann, so har er als einki at vera bangin fyri í gerandisdegnum. `I fimta ørindi vónar hann, at hann ikki fer at synda, so at hann ikki sær alt tað góða í lívinum. Hann ynskir, at hann altíð skal minnast til alt tað, ið Gud hevur givið honum og hansara. Sætta, ið er síðsta ørindið, er á ein hátt niðurstøðan í sálminum. Gud kennir best tørvin og trongdina hjá Kingo, og hann kannKingo og øll mannabørn altíð líta á. Tað er ein lovprísan, har hann tekur til, at ein skal lata Gud ræða, tí hann veit altíð best. Yrkingin er latin inn í eina hátíðarliga rammu og er nógv merkt av skriftmáli. Tað er flott og poetiskt skrivað. Hann er dugnaligur til at spæla við orðini, og tískil eru nógv bókstravarím - eins væl og myndamál - til staðar í tekstinum. Endarímið er a-b-a-b-c-d-d-c, men har eru eisini bókstavarím í sálminum. Nøkur dømi um bókstavarím eru "`Otøld sum sandskorn smá" og "mær gyrdi garð og grund. Her nýtir Kingo ávíkavíst í fyrsta setninginum 3 orð, ið byrja við bókstavinum s, og í seinna setninginum spælir hann eisini við orðini, har hann nýtir tilvitað 3 orð, ið byrja við sama bókstavinum. Tað eru fleiri onnur dømi, og tað vísir okkum, at Kingo er sera dugnaligur til at orða seg, har hann hevur eitt ómetaliga stórt orðatilfeingi. Kingo skrivar sálmin út frá sær sjálvum sum menniskja, har hann leggur nógvan dent á, at vit skulu vera takksom fyri alt tað, ið vit uppliva í gerandisdegnum. Hann hugleiðir um lívið, har alt er í Guds hondum. Hann er varugur við, at syndin kann gera hann blindan, so at hann ikki megnar at síggja alt tað góða í lívinum, men hann vónar, at hann fær megi og styrki frá Gudi, so at hann ikki verður blindaður. Kingo nýtir nógvar endurtøkur og myndamál fyri at leggja dent á júst hetta, har hann eitt nú ofta nevnir náði. "`Otøld sum sandskorn smá og heimsins sáðið, sum havsins dýpi blá er harrans náði". Tað ber ikki til at telja øll sandskornini, tí at har eru alt ov nógv. Hetta sipar til, at Harrans náði er so stór, at hon er meira enn øll sandskornini og djúpri enn havsins dýpi. Sostatt er Harrans náði størri enn nakar mátistokkur, ið tú kanst nýta. Sum sagt er náði eitt afturvendandi orð í sálminum, og tað er tí at Kingo er glaður fyri náðina, ið hann fær frá Gudi hvønn dag. Gud er altíð honum ein hjálpandi hond, og á hendan hátt fær hann hjálp og styrki til at liva gerandisdagin. Kingo nevnir deyðans dapra veg, ið er eitt myndamál fyri deyðan. Hann er frælsur og er ikki bangin fyri at doyggja. Kingo nevnir eisini likams blómublað, ið er eitt myndamál fyri sálina. Gud varðveitir tína sál, og tað er júst hetta, ið ger, at eg eri eg, og tú ert tú, sum ikki kann doyggja. Nógvir mótsetningar eru í sálminum. Lív og deyði er ein mótsetningur, har hann ynskir, at vit eru glað fyri lívið og síggja alt tað fantastiska, ið tað hevur at bjóðað. Men harafturímóti skulu vit ikki lata nakað neiligt í lívinum blindað okkum, so vit fara av kós, har vit ikki longur eru før fyri at síggja alt tað góða í lívinum. Ein annar mótsetningur er himmalin og jørðin. Tað himmalska hjálpir honum at liva foldarlívið rætt og gott. Hetta hevur hann fyri eygað javnt og samt. Hann sær Gud ítøkiliga millum annað í sólini og sær eisini hugtøk sum hjálp og vernd í náttúruni. Hetta kemur undir pietismu, tí hann sær Gud allastaðni. Gud er í øllum, og tað gevur honum sálarfrið. Hann hevur eitt álitsforhold við Gud eins og ein mamma hevur við sítt barn. Tað, at hann veit, at Gud er nærhendis, er tryggleiki fyri hann, og tískil følir hann, at hann altíð er í Guds hondum. Thomas Kingo hevur yrkt hendan sálmin í barokktíðini, og tað er eisini nógv í sjálvum sálminum, ið vísir á barokktíðina. Ein av hugsunarháttunum í barokkinum var, at tað einasta fólk kundu vera vís í, er, at Gud er einasta standpunktið í lívinum, og honum kunnu fólk altíð hava álit á. Gud er ov stórur til at verða hugsaður av menniskjanum. Hetta sæst aftur í sálminum, ið á ein hátt er ein álitsváttan til Gud. Hann undirkastar seg Gud. Sálmurin er ein lýsing af frælsinum frá Gudi, har trúgvin heldur Kingo uppi og ger, at hann megnar at koma ígjøgnum gerandisdagin. Keðsemi er eisini eitt evni, ið dúgliga varð nýtt í skaldskapum í barokkinum, og tað sæst eisini aftur í hesum sálminum. Menniskju eru fødd til keðsemi, og óansæð, hvussu illa tað gongur í lívinum, so verður alt betri á himni. Tað varð nýttur ein ávísur formur í skaldskapi í barokkinum, har millum annað nógv lýsingarorð vórðu nýtt og eisini nógvir mótsetningar - eisini kallað antitesur. Tað síggja vit aftur í sálminum, har hann ger gagn av lýsingarorðum sum frælsur, frískur, glaður o.s.fr. Omanfyri havi eg nevnt, hvørjir mótsetningar eru í sálminum, ið eru nógvir í tali. Alt hetta, ið eg havi nevnt nú, eyðkennir barokkin og bendir tískil á, at tað er ein sálmur frá barokktíðini. "Nú rennur sólin fríð" kann samanberast við "Keed af verden og kier ad himmelen", ið báðir eru sálmar frá barokktíðini, ið Kingo hevur yrkt. "Keed af verden og kier ad himmelen" viðgerð meira menniskjans fáfongd og tokka til tað verðsliga, ið er eitt evni, sum er viðkomandi og tíðarleyst. Evnið sum kærleiki, vinarlag, tráan og heiður verða eisini umrødd í sálminum, har Kingo tosar um himmalinum og vendir heiminum bakið. Hann leggur nógvan dent á, at lívið á jørðini er merkt av deyð og armóð, og tað nevnir "nú rennur sólin fríð" einki um. Samstundis er nógvur tómleiki í "Keed af verden og kier ad himmelen", og nógv vanitas symbolir verða nýtt. Báðir sálmarnir hava til felags, at tað er ein lýsing av frælsi í Gudi, og at málið í sálminum er nógv merkt av antitesum og lýsingarorðum. `A hendan hátt eru tað tveir sálmar, ið eru skrivaðir av Kingo, sum eru so líkir, men allíkavæl so ólíkir. Okkurt hava teir til felags, men sjálvt grundhugsanin er ikki eins í sálmunum. Hann hevur tvey ymisk endamál við báðum sálmunum, og tískil eru teir ikki heilt líkir. Kingo umboðaði ortodoksu lutherstrúnna við kongi sum evsta valdi og guddómligum umboði. Menniskjað var einki, Gud var alt. Og tá yvirvald og embætismenn eru umboð Guds á jørð, ráddi tað um at læra fólk treytaleyst lýdni. Kingo er so glaður um tilveruna, at hann velir at takka Gudi fyri alt, ið hann hevur skapt. Tískil er hetta ein takkarsálmur til og um Gud. Gud kennir tørvin og trongdina hjá okkum mannabørnum, og í roynd og veru er tað hann, ið kennir okkum best, tí hann hevur skapað okkum í síni mynd. Kingo er bangin fyri at hann fer at verða blindaður av øllum syndunum, so at hann ikki megnar at vera takksamur, men við kraft og megi frá Gudi megnar hann at koma ígjøgnum gerandisdagin. T`iskil ynskir Kingo at upplýsa okkum um, at Gud veit best, og tí skulu vit leggja alt í hansara hendur, har tað er tryggast. Frá upphavið av sá Gud, at alt var gott, og er tað tá í veruleikanum neyðugt at stúra og vera bangin? Alt er í Guds hondum, hvussu víkið vendir. Tað er har frá vit eru, og tað er har vit fara aftur. Holberg og uppilýsing Kvinnur hava ikki havt somu rættindi sum menn nakrantíð. Ikki bara í upplýsingartíðini, og longri aftur, men sjálvt í dag síggja vit eisini missmun verða gjørdan millum kvinnur og menn. Eitt sera veikt dømi um tað, er býtið av leiðarum og stjórum í Føroyum. Tað er ikki tí, at kvinnur ikki vilja framat, men tí at tað er trupult hjá teimum at koma framat. Ikki tí at tær ikki hava líka góð evnir sum menn, men tí at tær eru kvinnur. Tað kann vera okkurt, ið vit gera ótilvitað, men um valið stendur ímillum tvey líka væl lærd fólk, so verur tað sum oftast eitt mannfólk, ið verður valt. Um vit fara heilt aftur í 1700 talið, finna vit tekstir, ið snúgva seg um javnrættindið. Í 1739 skrivaði Ludvig Holberg ritroyndina "Kvinders Rettigheder", ið kom út í savninum "Adskillige store Helte og berømte Mænds sammenlignede Historier", fyri varpar ljós á missmunin á kvinnum og monnum í 1700 talinum. Ludvig Holberg var føddir í 1684, og andaðist í 1754. Hann arbeiddi hann sum lærari í m.a. gudfrøði og retorikki. Hansara ritverk er sermerkt, og snýr seg mest um samfelag, menniskjur, vit og skil. Hann brúkar skemt, speii og satiru, tá ið hann skrivar, ið er ein snildur og fangandi máti at skriva uppá. Hann roynir at røkka øllum fólkinum, men upplýsa fólkið um, at tað ikki er Sum vit øllum ritroyndum, er endamálið við ritroyndini ikki at endurtaka og upplýsa ein sannleika, men at viðgerða sannleikan, og finna eitt svar. Ritroyndir snýr seg stutt og greitt um meiningina hjá Holberg, tá tað kemur til kvinnurættindi. Holberg greiður frá, at tá Cicero spurdi Apollons orakkul, hvørjum hann skuldi leggja eftir, um ólærd folk gjørdi gjøldur burtur út lærdum fólkið, um tað lærda fólkið missskylti okkurt innanfyri vitanina hjá ólærdum fólkið, svaraði Apollons: "Fylg tíni natúru". Har meinar Apollons við, at tú skal fáast við tað, sum er tær mest natúrligt. Holberg heldur, at um øll høvdu fylgt hesum boðunum frá Apollons, høvdu tað verið fá ódugnalig fólk til, og vit høvdu funnið betri útav tí vit fingust við. Hann sigur: "tað amboð er frægast, sum hóskar til tað ávísa lendið", tað vil siga, at tað nyttar einki at brúka eitt skrúvublað til at smíða ein seym við. Holberg skrivar, at um ein noktar tað, at náttúran sjálv hevur gjørt missmun, noktar mann gerandisroyndirnar. Náttúran hevur skilt kvinnur og menn at við húð, beinagrind, undirlívi og rødd, men á ein ella annan hátt, er hesin seinni vorðin fataður sum tann betri. Her koma vit inná missmunin millum kvinnur og menn, ið hevur hildi á í nærum altíð. Barnsburður verður ofta brúktur til eina argumentation fyri, at kvinnur skulu ganga heima, ímeðan mennirnir eru úti og arbeiða. Men tann einasta tíðin kvinnurnar eru óbrúkilikar, er tann sera stutta tíðin áðrenn tær skulu føða. Tær hava, ella rættari sagt høvdu, eisini fulla ábyrgd av barninum, og máttu vera heima við barninum í fleiri vikur. Tað er heldur ikki ein sjálvfylgja, at tað er kvinnan, ið skal vera heima við barninium. Holberg sigur, at hevði tað verið rætt, og var meira javnrættindi, hevði maðurin sagt "Far í stundini aftur til skrivaraborðið, meðan eg leggi meg í tín stað, so kunnu báðir lutir verða væl framdir". Nøkur vilja siga, at barnið má hava mammuna eftir barnsburðin, men er tað nú satt? Barnið hevur líka nógv brúk fyri pápanum, og tað er ikki nøkur prógva grund fyri, at barnið skal hava júst mammuna. Tað virkar møguliga sum um, at tað er ein byðra at vera heima hjá barninum eftir føðing, men tað er slett ikki soleiðis at tað skal skiljast. Foreldur vilja sjálvandi sera gjarna vera heima hjá barninum, men tað snýr seg meira um prinsippir, og at konan ikki skal noyðast at preutera, tá tað kemur til barsil. Sum hann sigur, barnsburður skal ikki skilja millum kynini. Í upplýsingartíðini, billaði mann kvinnum inn, at tær skuldu síggja gott út, fáa sær ein ríkan mann, og síðani fáa sær børn, helst so nógv sum gjørligt. Kvinnurnar skuldu ikki hava nakra útbúgving, men skuldu bert vera bundin at manninum, so at tær ikki kundu fara frá honum. Tað var ikki vanligt at hugsa um javnrættindi millum kvinnur og menn, men tað hevði bara altíð verið so, at kvinnurnar vóru tær, ið skuldu lýða undir manninum. Tað var tó byrja ein rørsla, ið varpaði ljós á, at viðferðin hjá ríkum og fátøkum, ikki skuldi vera so ymisk. Tað kann so hugsast, at av tí at fólk byrjaðu at krevja javnrættindi summastaðni, byrjaðu kvinnurnar eisini at seta spurnartekin við hvussu parløg vóru skipa. Holberg hevur nokk verið ein av teimum fyrstu, ið hevur givið nakað skrivligt út um kvinnurættindi. Hann roynir tó ikki at arbeiða fyri kvinnurnar, fyri meira rættindi, men bara vísa á hvussu tað gongur fyri seg, og at tað kundi verið ørvísi. Kvinnurnar høvdu tann leiklut tær høvdu, tí at menniskjað kláraði ikki at fáa tað natúrligu fatanina úr høvdinum. Tað var, og hevur ongantíð verið neyðugt at deila kvinnur og menn í tvey. Um vit til dømis taka indiánarir, so eru tað summar ættir, ið hava kvinnuligar leiðarar. Tað er ikki tí at tær eru sterkari, klókari ella penari, men bara tí, at tað kann gera tað sama um mann er maður ella kvinna. Tað er tað javnrættindi, kvinnurnar í Evropa hava droymt um. Rættindini hjá kvinnum Rættindini hjá kvinnum er, og hevur verið eitt evnið, ið kjakast hevur verið um í longri tíðarskeið. Vit kenna øll til blásokkarnir, reyðsokkarnir, javnstøðulógina og nógv annað avtrat, ið byggir á rættindini millum kvinnur og menn. Gjøgnum tíðina eru rættindini hjá kvinnuni blivin meira fjøllbroytt, og tær eru komnar út á arbeiðsmarknaðin. Okkari tekstur, er tó frá tíðini áðrenn kvinnurnar fingu so mikið av rættindi, ið tær hava tann dag í dag. Ludvig Holberg (1664-1754), ið hevur skrivað grein okkara, er ein kendur danskur/norskur rithøvðundur, sum serliga gjørdi um seg í upplýsingstíðini. Eisini bleiv Holberg kallaður fyri "den danske litteraturs fader". Holberg leggur sera stóran dent á, at man skal fylgja natúruni. Hann kemur við einum brotið, ið sigur: "Tá Cicero spurdi Appolons orakkul, hvørjum hann skuldi leggja seg eftir, varð honum svarað: "Fylg tíni natúru". Her vil hann vísa á, at hvør persónur er føddur og egnaður til eitt og hvørt her á jørðini. Øll kunnu ikki verða politikkarir ella stýra stýra landinum. Tú er føddur við tínum eginleikum, ið tú síðani mást liva eftir, eins sum natúran. Holberg var ímóti, at Evropa frammanundan dømdi allar kvinnur bert tí, at tær ikki høvdu eins skil, ið menn. Tískil bleiv sagt, at tær ikki hósakaðu til týdningarmikil arbeiðir. At útihýsa helvtina av øllum fólkunum í einum samfelag, helt Holberg vera sera tápuligt, tí hetta er beint ímóti ráðunum, ið Cicero fekk. Bæði mannfólkini og konufólkini hava fingið góðar gávur, ið kunnu nýtast til ymisk men eisini somu ting. Hann kemur við einum dømi um, at mannfólk eru fødd sterkari enn kvinnur, og tískil skuldi tað verið mannfólkini, ið gjørdu tað harða kropsliga arbeiða, meðan kvinnurnar eins sum mennirnir, kunnu sita á løgtingið, tí tað blívur ikki rokna sum eitt kropsligt arbeiði. Eisini kemur hann við døminum um barnsburð. Kvinnurnar eru ikki altíð førar fyri at arbeiða úti á arbeiðsmarknaðinum, av tí at tær skulu eiga børn. Hetta er Holberg samdur við, men tó vil hann viðmerkja, at hetta bert fevnir um 6 vikur av einum heilum árið, og fleiri dømir eru um konur, ið eru farnar út aftur á arbeiðsmarknaðin dagin eftir tær hava føtt. Eisini sigur hann, at tað eru fleiri menn, ið ikki hava skilið til at verða úti á arbeiðsmarknaðinum, men hendan kvinnan, ið líka fer í 6 vikur, hevur nóg gott skil. Eitt annað viktigt hjá Holberg var uppalingin. Holberg var vísir í, at ikki øll menniskju eru fødd við somu eginleikum og skilið. Hann sigur, at uppalingin hevur stóran týdning, tí hon er grundarlagið undir hvør tú blívur sum persónur. Tískil sigur hann, at tað er viktigt, at man góðtekur hvør man er, og hvat man er egnaður til, tí øll eru ikki egna til at blíva læknar osv. Man kann ikki skotra burtur hvør man er, og royna at verða onkur annar. Tá tosað verður um uppalingina nevnir hann, at um kvinnurnar blivu uppaldar eins og menn, so høvdu kvinnurnar uttan iva megna allar uppgávurnar eins og væl sum eitt mannfólk, tá tosað verður m.a um at verða stjórið. Kvinnur hava ikki havt somu uppaling sum menn, og tískil kunnu tær ikki megna somu ting. Men tó í dag er hendan uppaling broytt. Í dag blíva kvinnurnar ikki sum fyrr føddar inn í køkin, og har hoyra tær heima. Í dag eru kvinnurnar blivnar tilvitaðar um alt, sum tær megna avtrat tí húsliga. Kvinnurnar eru komnar út á arbeiðsmarknaðin, og hava sera fjølbroyttar møguleikar. Vit hava eina javnstøðulóg, ið skal hjálpa til, at halda samfelagnum javnt, men tó er, og fer altíð okkurt at mangla í. Tað fara altíð at verða kvinnur, ið ikki halda tað vera nóg javnt enn, og at rættindini hjá kvinnunum enn ikki er fullfíggjað. Ein nýmótans bólkur, ið talan kann m.a vera um er feministar. Tær kempa enn fyri rættindunum hjá kvinnunum, men tó eru rættindini og javnstøðan millum kynini sera nógv broytt gjøgnum tíðina. Vit hava kvinnudagin 8. mars, ið skal minna á rættindini og javnstøðuna hjá kvinnunum hvørt ár. Greinin hjá Holberg er frá upplýsingstíðini, har nýggjar hugsanir spretta fram. Holberg hevur ein fjaldan hugburð aftanfyri greinina, sjálvt um hann sigur, at greinin ikki er ætlað kvinnum fleiri rættindi. Men tó, so hóma vit hvønn veg Holberg hellur. Hann sigur, at hann bara vil vísa á, at argumentini ikki halda, ið fólk nýta ímóti konufólki. Men tó virkar tað sum, at hansara veruligi hugburður liggur fjaldur aftanfyri greinina, ið sjálvandi er, at okkurt skal gerast við rættindini hjá konufólkunum. Ein so stórur rithøvðundur sum Holberg, hevur kanska ikki torað at sagt sína meining beint út, tí hann lættliga kann blíva stemplaður, og tí at hann ikki vil verða tann, ið ger uppreistur móti samfelagsnormunum. Hann vildi ikki verða tann, ið fór at vekja stóra uppmerksomheit í samfelagnum. Tá ið Holberg hevur skrivað greinina, hevur hann ætlað at rakt øll fólkini í samfelagnum. Trupulleikin hann tók upp, er ein samfelagsboyting og ein hugburðsbroyting, ið øll mugu vera við til at broyta. Hann vildi hava at fólk vóru tilvitað um, at rætturin hjá kvinnum ikki var sum hann skuldi vera. Hann vildi fáa ein boðskap út til øll fólkini í samfelagnum, menn sum kvinnur. Holberg nýtti logos við at takað dømi um Cicero við í greinina, og so er hann subjektivur. Hann kemur fram við greinini og sigur sína meining, men tó virkar greinin sera avmarkað. Man følir hann vil siga meira, men endar við at goyma seg aftanfyri setningin: "Hesin kritikkur mín er ikki ætlaður at vinna konufólkinum nøkur nýggj rættindi, men bert vísa á, at torført er at prógva, at orsøkirnar til, at tær eru útihýstar frá øllum týdningarmiklum virksemi, eru viðføddar, og at tær próvgrundir, sum vanliga verðu brúktar, ikki halda". Tað vil siga, at tað, ið man helt hann vildi við greinini, blakar hann burtur í endanum, og velir heldur at goyma seg og bjarga sær sjálvum. Vit kunnu tískil enda við at siga, at rætturin hjá kvinnunum er alsamt broyttur gjøgnum tey mongu árini. Men sum sagt, so verða tað altíð bólkar, ið ikki eru nøgdir við javnstøðuna og rættindini hjá kvinnunum. Kvinnurnar eru komnar út á arbeiðsmarknaðin og tær hava fingið alsamt fríðari karmar enn nakrantíð fyrr, men sum sagt, so er tað altíð okkurt, ið ikki er gott nokk. Nú rennur sólin fríð "Bregð tær við tøkk og trú" stendur í fyrsta ørindi í yrkingini Nú rennur sólin fríð. Vit eru øll skapt í Guðs mynd og hann vil mest av øllum at vit trúgva og líta á hann. Tíðin stendur ikki í stað og menniskja broytist og skiftir ofta fatan av hvat er rætt og skeivt. Tað ger menniskja eisini tá leit verður at Guði. Í 17. øld tók eitt tíðarskeið seg upp, ið vit nevna barokktíðin. Tá var fatanin av Guði sera positiv og góð og Guð var tað einasta, ið vit altíð kundu líta fult á. Hettar broyttist eisini tá eitt annað tíðarskeið, við nýggjum hugvekjandi uppfatanum tók seg upp. Christian Matras týddi yrkingina hjá Kingo til føroyskt í 1939. Upprunaliga eitur yrkingin "Nu rinder solen op" og er skrivað í 1674 av Thomasi Kingo, ið livdi í barokktíðini. Yrkingin er sum flest aðrar yrkingar, reglulig. Hon hevur 6 ørindum og í hvørjum ørindi eru 8 reglur. Høvundurin nýtir punktum og komma í hvørjum ørindi og í summum førum nýtir hann eisini semikolon, spurnartekin og rópitekin. Øll ørindini hava endarím, ið ljóða soleiðis: a, b, a, b, c, d, d, c, og nøkur bókstavarím eru eisini t.d. ørindi trý tær-tøkk-trú og ørindi 3 gyrdi-garð-grund. Øll ørindini líkjast, har fimta regla er eitt eitt sindur long aftur ímóti hinum reglunum. Hettar er ein lýrisk yrking. Huglagið í yrkingini er sera positivt allan vegin ígjøgnum yrkingina og lýsir alt tað ljósa og góða vit hava í lívinum. Ørindi fimm skilur seg tó eitt sindur burtur frá hinum. Har verður at synda og at signa set upp ímóti hvørjum øðrum, men eisini tá synda verður fyrigevur Harrin. Annars hevur hvørt ørindi sín týdning og tí kunnu vit geva einum yvirskriftir so sum ørindi 1: egið gevur seg undir fyri Guði, 2: náði Guðs, 3: Guð verjir, 4: Guð verjir og styrkir, 5: Guð fyrigevur og ørindi 6: takksemi, og at verður lagt í Guðs hendur - álit. Í yrkingini er ein persónur, ið er yrkjara egið. Hann tosar um hvussu Guð er orsøkin til at sálir okkara kunnu vera frískar og glaðar, og at vit kunnu takka Guði fyri at vit í dag hava frælsi. Vit fáa ikki nakra lýsing av eg-persóninum, men hann nýtir yrkingina til at fortelja hvussu góður Guð er og at vit bert skulu lata hann ráða. Síðst í 1600 talinum og fyrst í 1700 talinum tók barokk tíðin seg fram. Í Hesum tíðarskeiði vóru ikki serliga nógv góð vísindi og tí var sera nógv leit at Guði. Yrkingin bleiv skrivað í 1674 og tað sæst væl, at yrkjarin hevur eitt tætt samband til Guð. Eyðkennir í skaldskapi í barokktíðini vóru t.d. nógv lýsingarorð, mótsetningar og lýsing av frælsi, ið vit fáa frá Guði og alt hettar er at síggja í hesi yrking og tí hevði ein ivaleyst kunna mett, út frá innihaldinum, at yrkingin er frá barokktíðini, um hann nú ikki kendi nakað árstal. Dømi um myndamál er í ørindi tvey frá reglu eitt "Ótøld sum sandkorn smá og heimsins sáðið, sum havsins dýpi bláa er Harrans náði" har eru tvær samanberingar í einum, og tær ímynda Harrans náði. Harrans náði er so stór. Samstundis er hattar tað ið vit nevna hyperbel, ið eisini var vanligt at nýta í skaldskapi í barokktíðini. Í fyrsta ørindi frá reglu eitt stendur, "nú rennur sólin fríð úr Eysturlondum, umgyllir fjall og líð at fjørustrondum" og har kann sólin eisini vera ein mynd fyri Guð. Guð er fríður og hann er alla staðni rundan um okkum, í Eysturlondum, í fjøllunum og líðunum o.s.fr. Í eygunum hjá einum trúgvandi er Guð eisini so stórur sum sólin. Í ørindi trý stendur at Harrin "gyrdi garð og grund at fyri mær varða". Tað er ikki tí at Harrin girdi ein veruligan garð og eina grund um egið, men Harrin sjálvur er hann í verjur egið. Og í ørindi fýra stendur "tíns likams blómublað vil Guð tær varða". Likamið er ikki eitt blómublað, men blómublaði eldist, eins og menniskja, og Guð vil altíð verja tað. Bæði tá tað er á blómuni og eisini tá tað dettur av. Yrkingin er ein álitisváttan frá yrkjara egnum til Guð. Egið hevur valt at seta alt álit á Guð og trýr fult uppá at trýrt tú á Guð við øllum tínum hjarta, so skalt tú verða frælsur og frískur. Eitt tema í yrkingini er sorg og gleði. Trúgva vit at Guð skulu vit gerast lukkulig og góð, men lívið er ikki ein dansur á rósum og tað eru nógvar syrgiligar tíðir ígjøgnum lívið jú longur tú livir. Uttan Guð í lívi okkara eru vit burturmist og á jørðini hava vit tað gott, men føla sorg, men so skjótt vit koma til himmals skal alt gerast gott og tá skulu vit bert føla gleði og onga sorg ella pínu. Yrkingin kann samanberast við eina aðra yrking, ið Thomas Kingo eisini hevur yrkt, ið eitur Sorrig og glæde, vit arbeiddu eisini við henni fyri nøkrum vikum síðani. Tann yrkingin er skrivað í 1681 og eisini har vísir Kingo til mótsetningarnar sorg og gleði, eins og yrkingin eitur. Allan vegin ígjøgnum yrkingina vísur hann á bæði positivar og negativar lutir í lívi okkara, men vit skulu bert vita, at tá vit koma til himmals er einki negativt eftir. Tá skal bert tað góða fylgja við okkum. Eftir at tú hevur lisið yrkingina situr tú við einari sera positivari og góðari kenslu. Ein merkir veruliga at hann kann bregða sær við tøkk og trú. Hóast at tíðirnar broytast nógv alla tíð, er ein slík yrking altíð hugvekjandi. Menniskja hevur og fer altíð at broyta hugsan um Guð, men tað er ikki til at siga um vísindini fara at avnokta Guð ella og tey leiða okkum tættari at Guð ella eitt heilt triðja at tað bert verður sum altíð, at tað skiftir ímillum. Yrkingin leggur stóran dent á at tað er best at fylgja og trúgva á Guð. Hon vísir ikki á at tað er skeivt at ikki fylgja honum, men ein finnur ikki lívsins gleði uttan Harran Guð við tína lið. Rættindini hjá kvinnum Kynsbýti er eitt evnið, ið er sera umtókt í miðlunum, har tað verður kjakast og stríðst um, at geva kvinnum og monnum javnrættindi. Sjálvt um kynsbýti gerst javnari sum tíðin gongur, so hava rættindini hjá kvinnum verið burturfrá líka rímiligar, sum tær eru í dag. Ludvig Holberg hevur skrivað eina ritroynd, ið eitur "Rættindini hjá kvinnum". Ritroyndin eitur upprunaliga "Kvinders Rettigheder" og kom út í savninum Adskillige store Helte og berømmelige Mænds sammenlignede Historier, í ár 1739. Jógvan Isaksen týddi Rættindini hjá kvinnum til føroyskt, sum kom út í tíðarritinum Brá, nr. 8, í ár 1986. Ludvig Holberg livdi frá 1684 til 1754 og var bæði søgufrøðingur, ritroyndarhøvundur og skaldsøgurithøvundur. Í ritroyndini hjá Ludvig Holberg, upplýsir Ludvig um rættindini hjá kvinnunum, har hann kritiserar prógvgrundirnar, ið samfelagi vanliga velur at nýta sum orsøkir til, at kvinnurnar skulu vera útihýstar frá øllum týdningarmiklum virksemi. Ludvig kemur til eina niðurstøðu í sínari ritroynd, har hann metir, at menniskju ikki fylgja náttúruni og at uppalingin hjá einum einstaklingi er sera týdningarmikil, tí uppalingin hevur stóran týdning fyri eginleikarnar hjá tí einstaka. Ludvig er tann ið upplýsir og er eisini sendarin. Hann upplýsir til samfelagið og fólkið, um at nýta skili hjá sær, og harvið er móttakarin bæði fólkið og samfelagið. "Tá Cicero spurdi Appolons orakkul, hvørjum hann skuldi leggja seg eftir, varð honum svarað: "Fylg tíni natúru". Hetta sitatið lesa vit úr Rættindi hjá kvinnum, ið lýsir hugsjónina hjá Holberg, har hann meinti, at menniskju vóru skapt skynsamlig. Hann meinti tí, at hvørt menniskja átti at nýta sítt skynsemi og at takast við tí, sum ein sjálvur var best egnaður til, júst líka sum náttúran altíð hevði gjørt. Fyrr í Evropa, hevði samfelagið frammanundan dømt allar kvinnur til at vera óhóskandi til týdningarmikið arbeiði. Orsaka av at øll menniskju ikki høvdu líka skil, og ikki somu eginleikarnar til at megna somu uppgávurnar, so meinti Holberg, at tað var skilaleyst av samfelagnum, at frammanundan døma allar kvinnurnar frá týdningarmiklum arbeiði, tí tær líka sum menninir eisini høvdu ymiskar eginleikar. At útihýsa helvtina av øllum fólkunum í einum samfelagi frá týdningarmiklum arbeiði tyktist sera tápuligt, eftir Ludvig Holberg, tí tað beinleiðis fór ímóti ráðunum hjá Appolons orakkul, um at fylgja náttúruni. Í náttúrina fingu bæði kynini gávur til góðar eginleikarnar, og tí meinti Ludvig, at kvinnur eisini kundi ognað sær neyðugar eginleikar til at megna týdningarmikil arbeiði. Ein hugsjón sum eisini kemur fram í ritroyndini, er at menn eru sterkari enn kvinnur, og átti tí, at gjørt tað kropsliga arbeiði, "um náttúran hevur skilt menn frá kvinnum í stórleika og sterkum limum, so hevur hon harvið gjørt vart við, at teir fyrru serstakliga eru tilevnaðir til tungt arbeiði, sum krevur tann likamliga máttin". Hendan hugsjónin hjá Ludvig Holberg førir fram til, at eftirsum kvinnur eru føddar kropsliga veikari enn menn, so áttu menninir at tikið sær av tí tunga og kropsliga arbeiðinum. At stýra einum landi ella at sita í embætinum, bleiv ikki tikið sum eitt kropsligt arbeiði, og tí hóskaði tað eisini væl hjá kvinnum, at taka sær av tí arbeiðinum. Ludvig kemur eisini við einum dømi um barnsburð, har hann nevnir hvussu kvinnur sum lógu í barnsburði, ikki vóru førar fyri at arbeiða meðan tær skuldi eiga børn. Ludvig meinar her, at tær seks vikurnar av einum heilum árið, tá ið kvinnan ikki varð før fyri at arbeiða, hevði lítið at siga. Í tekstinum gagnmetur Holberg hugburðin, sum samfelagi í Evropa hevði móti kvinnunum. Holberg var vísur í, at øll menniskju ikki høvdu somu eginleikarnar, og at uppalingin spældi ein stóran lut í hvat eitt menniskjað bleiv egnað til sum vaksin. Tað var tí nyttuleyst, at síggja burtur frá skynseminum hjá sær, og lata sum um tú var onkur, ið tú ikki veruliga var. Hollberg var eisini vísur í, at øll menniskju ikki høvdu líka skil, og tí vóru øll ikki líka væl egnaði til at stýra einum samfelagi. Tó var tað eisini týdningarmikið, at læra at góðkenna seg sjálvan og sínar eginleikar sum menniskja. Eisini leggur hann dent á, at orsøkin til at kvinnurnar høvdu veikleikar í mun til menn, varð grundað á uppalingina hjá kvinnunum. Um ein kvinna hevði somu uppaling sum ein maður, og bleiv lærd gjøgnum sína uppaling, at til dømis, at taka sær av handilsrakstum, so hevði hon megnað uppgávuna sum virkisrekandi, líka væl, sum ein maður hevði. Ludvig skrivar sera subjektivt og frásagnarhátturin hjá honum er skrivaður úr sínum egna sjónarhorni. Eg meti ikki at Ludvig er sakligur, tí hann nýtir ikki bert sakligar grundgevingar. Í ritroyndini skrivar hann "Hetta er so greitt og eyðsæð, at einki skilagott menniskja kann vera í iva", har hann við øðrum orðum kallar tey, ið ikki eru samd, fyri at vera tápulig ella skilaleys. Á hendan hátt ávirkar Ludvig eisini kenslurnar hjá móttakaranum, ið fær móttakaran til at gerast samdur við Ludvig. Hetta er eitt dømi uppá patos, har Ludvig gjøgnum kenslurnar hjá móttakaranum vinnur sítt trúvirði. Eitt sindur av logos, er eisini at finna í ritroyndini. Tá Ludvig tosar um, at fólk ikki hava somu eginleikarnar og ikki sama skynsemið, so er tað nakað í móttakarin kann seta seg í samband við. Vit eru vís í, at vit øll ikki eru eins, og tí skilur móttakarin tað, ið Ludvig sigur, sum eitt fakta. Tá Ludvig greiðir frá hvussu mannfólk, ið náttúruliga eru kropsligari sterkari enn kvinnur, skulu taka sær av tí kropsliga harða arbeiðinum, gevur tað skilvíst meining hjá móttakaranum at skilja grundgevingina hjá Ludvig. Ludvig Holberg er sera kunnur um sína nýtslu av satiru og skemti, og tað er eisini eitt sindur av síggja í hesari ritroyndini. Ludvig byrjar tekstin við "Hvussu mangan flennir ein bóndi ikki at einum politikara, ein skrivari at einum lærdum manni og ein kokkagenta at einum stórum listamanni, tá hesir fara út um sínar heimar og leggja seg upp í viðurskifti, sum bert hesi fyrru hava skil fyri", ið er eitt gott dømi fyri sarkasmu. Ritroyndin hjá Ludvig Holberg er úr upplýsingartíðini, ið var tann tíðin, har øll óansæð kyn byrjaðu at fáa rætt til upplýsing. Ritroyndin líkist einum kritikki ímóti samfelagnum, har Ludvig ætlar at vinna kvinnunum nýggj rættindi, men sigur sjálvur til endans í ritroyndini "Hesin kritikkur mín er ikki ætlaður at vinna konufólkinum nøkur nýggj rættindi". Sjálvt um at ritroyndin ikki er ætlaður at vinna kvinnum nýggj rættindi, so upplýsir Ludvig Holberg okkum um, at tær orsøkirnar, ið samfelagi nýtir til at úthýsa kvinnurnar frá týdningarmiklum virksemi, ikki halda. Ludvig staðfestir í ritroyndini, at hann beinleiðis ikki ynskir, at kvinnurnar skulu fáa nýggj rættindi. Gjøgnum ritroyndini hjá honum, so rínir tað á, at Ludvig nevniliga ætlar, at krevja kvinnunum nýggj rættindi. Orsøkin til at Ludvig endar ritroyndina, soleiðis sum hann ger, er møguliga tí, at hann ikki ætlar at varpa ringt ljós á seg sjálvan, við at gera uppreistur móti samfelagnum. Hetta hevði møguliga kunnað ávirkað hansara yrkisleið sum rithøvundur. Um vit skulu seta ritroyndina hjá Ludvik Holberg í samband við okkara tíð, so kunnu vit siga, at rættindini hjá kvinnum enn er eitt evnið, ið tekur støðu í okkara tíð. Tað er serliga nógv kjak í miðlunum, ið snýr seg um hetta evnið, mangt annað ein bólkur, ið kallar seg fyri feministar, ið alment stríðist og kjakast fyri at skapa javnrættindi millum kynini. Sjálvt um kynsbýti er gjørt javnari síðani 18. øld, so er stríðið um javnrættindi millum kynini enn ikki fullgjørt. Um vit hyggja eftir samfelagnum hjá okkum í dag so síggja vit enn, at tað er ein kynsmunur. Til dømis, so síggja vit í samfelagnum hjá okkum, at flestu stjórarnar í fyritøkum eru menn, fáar kvinnur eru í leiðandi størvum, serliga í privatu vinnuni og at kvinnur so at siga næstan eru ósjónligar í nevndum. Fólk eru, ið enn hava eina hugburð um, at kvinnur ikki megna tað sama sum menn. Eftir javnstoda.fo, so arbeiða kvinnur í Føroyum í stóran mun niðursetta tíð, í lágløntum størvum og forvinna í miðal munandi minni enn menn. Hagstova.fo hevur eisini at fortelja okkum, at kvinnurnar í Føroyum skara framúr í umsorgararbeiði, reingerð og sum heilsustarvsfólk. Rættindini hjá kvinnum er ein heilt annar í dag, enn hvat hon var, tá ið Ludvig skrivaði ritroyndina hjá sær. Sjálvt um javnstøðan er betri nú enn tá, so er tað enn eitt ójavnt kynsbýti í Føroyum. Rættindini hjá kvinnum Javnrættindi ímillum kallkynið og kvennkynið er eitt virkið evni í miðlunum í nýtmótanssamfelag, og hevur tað vundið sera nógv uppá seg ígjøgnum árini. Hóast tað sýnist at vera eitt evni, ið fyrst fyri lutfalsliga stuttari tíð síðani hevur gjørt um seg, fevnir tað so langt aftur sum til upplýsingartíðina. Hóast korini vóru øðrvísi í teirri tíðini, forðaði hetta ikki fyri, at rættvísið skuldi skína ígjøgnum, og boðskapurin um javnrættindi gerast vanliga borgaranum kunnugt. Í dag eru miðlarnir munandi øðrvísi enn áður, og tí var tá ikki gjørligt, at kunnað t.d analfabetum, sum ofta vóru kvinnur, um ósømiligu støðuna hjá kvinnunum. Ritroyndin, "Rættindini hjá kvinnum", er skriva av Ludvig Holberg (1684-1754), ein kendur rithøvundur, ið livdi í upplýsingartíðini, og hevur hann m.a eisini skrivað søguna "Niels Klims underjordiske rejse", sum, eins og ritroyndin, umfevnir javnrættindi ímillum kynini á ein heldur speiligan hátt. Holberg leggur upp við, at Cicero fór til Apollons orakkul fyri ráð um, hvat hann skuldi gera, og ráðini vóru her eftir at fylgja síni náttúru. Víðari frá hesum tekur hann annars vanligu próvgrundirnar fyri, hví mannfólkið er betri egnað til at sita við týdningarmiklum uppgávum enn konufólkið, og vendir teimum á renguni. Holberg prikar við sínum speiliga hátti at skriva uppá, har ið hann láturgerð próvgrundirnar, ið vanliga verða nýttar, tí at tær kunnu virka sum eitt tvíeggjasvørð, á tann hátt, at grundgevingin ikki er sannførandi. Hetta kemur stórliga til sjóndar, av mongu dømunum Holberg nýtir til at peika á, at kynsbýtið er nakað roks. M.a nevnir hann, at summi konufólk, ið vanliga sigast at vera ófør til at arbeiða, tað tíðarskeiðið tær eru við barn, fara beint aftur til arbeiðis aftaná barnsburðin. Afturat tí døminum nevnir hann, at summir menn ikki eru førir fyri at arbeiða alt árið, og tað tykist her, sum heldur hann hesi próvgrundini fyri spott. Hóast Holberg ikki beinleiðis leggur seg at eini síðu av kynsbýtinum, tykist tað, sum er hann heldur fyri konufólkinum enn mannfólkinum, á tann hátt at kynsbýtið burdi verið avtikið. Hetta sæst eisini aftur, tá ið hann nevnir, at náttúran einki ger til fánýtis, og hevur lutað sínar gávur til bæði kyn uttan mismun. Teksturin gerst eisini speiligur á henda hátt, har ið hann setir náttúru og uppaling upp tvørtur móti hvørjum øðrum, og heldur grundgevingunum fyri spott á ein speiligan hátt. Um vit hyggja aftur at kvinnunum, ið beinleiðis aftaná barnsburð fara aftur til verka, ber her til at draga uppalingina inn. Holberg nevnir í tekstinum, at um ein maður varð uppdrigin eins og ein kona, hevði hann verið eins førir fyri at loyst 'kvinnuligu' uppgávurnar. Tað sama er hinvegin, har um konan verður uppdrigin eins og mannfólkið, verður hon eisini før fyri at loysa 'mannligar' uppgávur, sum t.d at sita í embætinum. Hóast tað ikki er til at siga, hvør hevði loyst uppgávurnar best, er tað vist, at bæði kyn eru før fyri at loysa somu uppgávur, í størri ella minni mun. Tað er so her, at Holberg peikar á, at fólk tykjast at blanda náttúru við uppaling og siðvenju. Siðvenjan hoyrir upp í part her, av tí at uppalingar í fjølbroyttu mentanunum kring heimin eru ymiskar. Ein skal taka seg til tað, ið hann er best førir fyri, og hóast náttúran spælir ein leiklut í tí, hava allar kvinnur ikki somu náttúru, og kunnu tí eins væl og menn loysa torførar uppgávur. Ein stutt samanumtøka av sjónarmiðunum hjá Holberg vildi so verið, at hann í stóran mun heldur, at kynsbýtið er láturligt, og at grundgevingar fyri hví tað er, sum tað er, burdu verið tiknar til eftirtektar, tí at sum tær vóru í teirri tíðini, vóru tær als ikki nóg sannførandi eins og umhugsnar. Tó skal viðmerkjast, at í endanum av ritroyndini leggur Holberg dent á, at kritikkur hansara ikki er ætlaður at vinna konifólkinum nøkur nýggj rættindi, men bert fyri at vísa á, at próvgrundirnar ikki halda, og at siga at kvinnur frá føðingini av eru útihýstar frá týdningarmiklum virksemi, orsakað av viðføddum eginleikum, er torført at prógva. Fyri at seta tekstin í samband við nútíðina, ber til at siga at evnið, ið Holberg viðger í sínum teksti, er sera virkið í nútíðans miðlum kring næstan allan heimin, m.a eru ymiskar rørslur, sum t.d "Free The Nipple", ið snýr seg um javnrættindi, hvat viðvíkur menniskjakroppinum, sum í hesum førum inniber at ganga í berum yvirkroppi, sjálvt um ein er av kvennkyninum. Teksturin hoyrir til upplýsingartíðina, ið vardi frá uml. 1750-1800, og snúði hon seg stutt um, at øll høvdu rætt til upplýsing, bæði kvinnur sum menn. Hetta er ein samfelagskritiskur tekstur, av tí at Holberg lýsir hvussu ójavnt kynsbýtið er, og at einki javnrættindi var ímillum kynini. Av tí sama er teksturin skrivaður satiriskt/speiliga, av tí at talufrælsi ikki heilt var traðka til í tí tíðarskeiðnum. Eitt, ið tykist heldur løgið, er at javnrættindis kjak gongur heilt aftur til upplýsingartíðina, men er kortini støðugt virkið tann dag í dag. Samanborið við eldri tíðina hava kvinnur nú fingið fleiri rættindi enn áður, í summum londum í hvussu so er, og ein kann við hesum, loyva sær at siga, at tíðirnar eru broyttar, hóast ynskið um broyting enn er tað sama. Hundratals feministiskar rørslur hava gjørt um seg, og her ber m.a til at nevna ein av teimum meira ógvusligu feministunum, ella í øðrum orðum ein 'extremist', Andrea Dworkin. Hon var í botn og grund ímóti øllum pornografiskum filmum og tilfarið, tí at hon meinti, at tað kúgaði kvinnuna, og gjørdi hana til eitt tól heldur enn eitt menniskja. Eftir hennara meining var tað við til at geva ungum monnum skeiva fatan av kvennkyninum, og við útgangsstøði í hesum, sæst tað væl og virðiliga, at ynskið um javnrættindi er eitt áhaldandi átak, ið neyvan dettur burtur í komandi døgum. Her skal viðmerkjast, at langt frá allir feministar eru samdir við Andreu, men tó sæst kortini væl, at ynskið um javnrættindi er skotið upp onkrastaðni frá, og hetta deila so at siga allir feministar í størri ella minni mun. Teksturin, ið Holberg skrivar, er meintur øllum fólki, og kanska serliga mannfólkinum, hóast hann snýr seg um kvinnuna. Hetta er av teirri orsøk, at kvinnurnar vóru sjálvsagt tilvitaðar um sína støðu, har tvørturímóti fleiri mannfólk ikki høvdu hugsað slíkar tankar, sum Holberg kemur fram við í skrivinum. Ikki er vist um teksturin varð skrivaður á latíni, men tó er ikki óvanligt, at Holberg hevur skrivað tekstir á latíni, sum t.d við "Niels Klims underjordiske rejse" í 1741. Av tí at mannfólkið varð sum oftast lært og hevði útbúgving, harafturímóti kvinnurnar ikki eingongd høvdu rætt til útbúgving, bar helst best til at fáa boðskapin út, við at venda sær til útlærdar menn. Stutt sagt er teksturin ætlaður øllum fólki, men sjálvsagt vóru ikki øll før fyri at lesa hann kortini. Afturat hesum er teksturin ógvuliga sjálvmerktur, og er Holberg tí ikki fagligur, men kemur við sínum egnu hugsanum og dømum, men sum fleiri fólk kortini munna hava hugsað sær til ella verið samd í. At enda ber uttan iva til at viðganga, at javnstøðan ímillum kynini er blivin alsamt fragari enn áður, har vit m.a hava álagt kvinnudagin 8. Mars, til minnis um javnstøðu og rættindi hjá kvinnum. Hóast støðan kanska ikki er, sum hon burdi verið, er sera stórt framstig gjørt, og javnrættindis bardagin herjir á í nútíðanssamfelag, bæði í Føroyum sum í útilondum. Eisini eru umstøðurnar hjá rithøvundum, so sum Holberg, batnaðar, har ið tað nú ber til at beinleiðis ásanna, hvat ið ein roynir at fáa innført og út til vanliga fólkið, uttan at goyma seg aftan fyri m.a speisemi sum vernd. Holberg og upplýsing Samleiki, rættindi og javnstøða fyri kvinnur eru í heiminum anno 2016 evni, ið vit hóast áralangt kjak, ikki eru komin ásamt um, og enn er eingin niðurstøða rokkin hesum máli viðvíkjandi. Mangan hoyrist, at kvinnur kenna seg undirmettar av mannfólki, og at tær vilja venda hesi gongd. Júst í hesum døgum er eitt føroyskt átak, ið kallast Damudomi, ið hevur til endamáls at varpa ljós á kvinnur og rættindi teirra í einum, eftir fyriskiparanna tykki, ov mansupphevjaðum føroyskum samfelagi. Hetta kjak er tó ikki nýliga sprottið, men hevur sín uppruna mong ár afturi í tíðini. Í 1739 gav Ludvig Holberg út ritroyndina "Rættindini hjá kvinnum", ið er um menn, kvinnur, og serstakliga rættindini hjá hesum seinast nevndu. Sum ritroynd var hetta ein grein ið Holberg sjálvur skrivaði út frá egnari sannføring, men hómast kann tó ein feril av skemti í teksti hansara, ið var nýttur fyri ikki at gera boðskapin alt ov prikandi. Holberg setur spurnartekin við, hvussu samleikin hjá menniskjum er íkomin, og serliga leggur hann dent á ivamálið um, um samleiki menniskjanna er nátúrligur ella menniskjaskaptur. Holberg undrast á, hvussu leiklutirnir millum manna eru latnir út, og um hetta av fyrstani tíð hevur verið gjørt á skilvísan og bestan hátt, ella um tilvild hevur verið ráðandi. Holberg greiðir frá, hvussu Cicero fór til Apollons orakkul við iva sínum, og har fekk svarið, at hann skuldi fylgja náttúru síni. Tí, sum Holberg vísir á, ein hvør lutur hóskar til eitt ávíst brúk, og ymisk amboð eru neyðug í ymiskum støðum. Tí setur Holberg spurnartekin við, hví hetta ikki hevur verið galdandi viðvíkjandi leiklutunum hjá kvinnum og monnum í sambandi við arbeiðslív teirra. Kvinnurnar hava onkursvegna verið stongdar úti, tá ymisk yrki hava skulað verið útint. Við regluni: "...og at døma helvtina av íbúgvarunum á jørðini ónýtiligar til týdningarmikið og torført virksemi", peikar hann á, hvussu stórur partur av fólkinum veruliga hevur verið sæddur sum eitt ikki nóg gott íkast, til harða gerandisdagin uttanfyri heimið. Náttúran hevur uttan iva upprunaliga givið kynunum ymsar eginleikar, og Holberg nevnir barnsburð, ið sum vera man ávirkar kvinnur, sum eina orsøk til, hví kvinnur ikki eru eins skikkaðar til eitt hvørt yrki sum mannfólk. Í níggju mánaðir berir kvinnan barnið, og mangan er hetta ikki uttan størri ella smærri trupulleikar. Á hendan hátt hevur náttúran upprunaliga skilt kvinnu og mann hvør frá øðrum, og latið tað verið greitt at tey eru tveir ymiskir skapningar. Spyrjast kann tó, um ikki uppalingin, ið kynini hava fingið upp gjøgnum tíðirnar, hevur havt sína ávirkan á menniskjuni. Stavar tað frá nátturunnar hond ella er tað orsakað av uppalingini, at eyðkenni, ið ofta verða sett í samband við kvinnuliga leiklutin, eru til? Nevnast kann tað uppáhaldnið, at kvinnur eru veikara kynið, og at tær á tann hátt standa aftanfyri mannfólk. Holberg setir spurnartekin við, um tað er menniskjað sjálvt, ið hevur ávirkað hvørt annað á ta leið, ið vit við tíðini eru farin eftir. Holberg nevnir eitt dømi um eina unga gentu, og hugleiðir um, hvussu verið hevði, um hon hevði fingist við mannfólkaarbeiði. Óivað hevði hon ognað sær nakrar dygdir innan fakið, og veikleikar hennara høvdu tískil kunnað verið nýttir innan yrkið. Á sama hátt høvdu mannfólk ognað sær nýggjar førleikar við at fingist við kvinnuyrki. Eins og ein umbering leggur Holberg til endans afturat ritroynd síni, at grein hansara ikki skal tulkast sum ein beinleiðis kritikkur, men heldur vísa á, at tær próvførslur ið hava verið uppi at venda ikki undir øllum umstøðum eru sannar, og tískil er einki prógv fyri, at kvinnur og undirluta leiklutur teirra í samfelagnum er viðføddur. Hann vil tískil ikki vera við, at skil av fyrstani tíð hevur verið tað, ið hevur deilt kvinnu- og mansleiklutin upp á tann hátt, ið hann var, tá Holberg gav út ritroynd sína. Ludvig Holberg skrivaði í 1741 skaldsøguna "Ferðin hjá Nielsi Klim undir jørð", ið er ein satirisk søga um mannin Niels Klim. Í hesi skaldsøgu viðgerð Holberg eisini kynsleiklutirnar, og á skemtiligan hátt hevur hann vent kvinnu- og mansleiklutunum á høvdið. Í andstøðu til "Rættindini hjá kvinnum", gera kvinnur í hesi skaldsøgu millum annað pappír arbeiði, meðan menninir eru teir, ið útinna kropsliga arbeiðið í húsinum, so sum reingering og matgering. "Kvinnurnar grunda sítt harradømi á ta størru kropsstyrkina hjá monnunum, teirra sterkaru vøddar og limir, sum hóska betur til grovt arbeiði. Hetta vísir greitt, halda tær uppá, at náttúran bara hevur ætlað teir at gera kropsligt arbeiði."(Brot úr Ferðin hjá Nielsi Klim undir jørð). Holberg dámdi væl kjakið um menniskja leiklutirnar og javnrættindi millum fólkið, og var hetta eisini eitt evni, ið hann í tekstum sínum skrivaði um. Hann var ein av týdningarmiklu rithøvdunum í upplýsingartíðini. Upplýsingartíðin var eitt mótrák til barokktíðarskeiðið, ið hevði verið árini frammanundan. Sum vit fáa ábending av í tekstunum hjá Holberg, snúði upplýsingarøldin seg um upplýsing, ið eisini liggur í orðinum. Einstaka menniskjað skuldi virðast, og øll høvdu rætt til at verða upplýst og at fáa javnbjóðis rættindi. Hugsunarhátturin var rationellur, og skaldskapurin, ið varð skrivaður tá, rúmaði nógva satiru, skemt og samfelagsatfinningar. Hesi eyðkenni síggjast eisini aftur í báðum teimum umrøddu tekstunum hjá Holberg, ið greitt nýtir skemt til at greiða frá hugsanum sínum. Hetta sæst millum annað, tá Holberg sigur "...um manskynið hevði fingið tílíka uppaling sum konufólk, sæð nógvar dygdir umskaptar til brek og veikleikar, so at sleygan kanska fór at eita mannfólkaslatur, bráðræsi mannfólkaveikleiki." Við hesi útsøgn vísir hann á veikleikar, sleygan og bráðræsi, ið hjá kvinnum verður mett sum ein neiligur eginleiki, og sum fer at verða flutt yvir á menninar, um teir taka á seg kvinnuliga leiklutin og arbeiði teirra. Holberg var ein undangongumaður á økinum viðvíkjandi javnrættindum millum kynini, av tí at hann longu í 1700'talinum vísti á skeivleikarnar, ið vóru galdandi. Ikki fyrrenn umleið 200 ár eftir, byrjaðu kvinnur kring heimin at fáa atkvøðurætt á sama støði sum menninir í landinum, og harvið kundu tær av álvara byrja at krevja sín rætt. Orðaskiftið um javnrættindi millum mann og kvinnu er komið langt ávegis síðani upplýsingarøldina, og í dag vilja fleiri vera við, at kvinnur liva undir góðum korum, ájavnt við mannfólk. Tað eru tó ikki øll, ið hava hesa áskoðan, og kann hetta koma av, at almenna tankagongdin um kvinnuliga og mannliga leiklutin ikki hevur flutt seg heilt burtur frá upprunaligu leiklutunum, ið Holberg á sinni fíltist á. Í almenna rúminum sæst greitt, at mannfólk í nógv størri mun hava leiðslustørv, og størv, har teir standa á odda í eini fyritøku ella eru handaligir. Kvinnur harafturímóti eru í nógv størri mun tengdar at umsorganarstørvum, so sum námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar, og hava ikki somu mongd av ábyrgdarstørvum sum mannfókini. Fyri ein arbeiðsgevara kann tað í síðsta enda loysa seg betur at seta ein mann í starv hjá sær, av tí at mannfólk ikki skulu bera børn og vera heima hjá børnunum í barnsburðarfarloyvi. Hetta er vanliga nakað, ið kvinnurnar taka sær av, og við tí in mente er sjálvsagt, at tær í hesum tíðarskeiði ikki eru til eins stórt gagn fyri arbeiðsgevara sín, sum eitt mannfólk kundi verið. Tað er millum annað orsakað av hesum, at kjakið um barnsburðarfarloyvi hevur stungið seg upp, og kjakið koyrir serliga uppá, um kvinnurnar skulu ráða yvir øllum barnsburðarfarloyvinum, ella um menninir eiga at fáa oyramerkt nakrar vikur til sín. Munirnir á kvinnu- og mansleiklutunum, ið so ella so hava verið galdandi í nógv ár, vilja mong óivað vera við, eru ein sjálvfylgja, og meina tey, at soleiðis er samfelagið bara. Summir av landsins politikarum hava tó verið alment frammi og eggjað fleiri kvinnum til at stilla upp fyri politisku flokkarnar, soleiðis at býtið í Løgtinginum millum kvinnur og menn kann verða so javnt sum til ber. Og Damudomi hava tikið evnið eitt fet víðari, og hava halgað eina heila viku til kvinnurnar, har ljós verður varpað á tær og støðu teirra í Føroyum. Hetta er ein undangonga til altjóða kvinnudagin, ið er 8. mars, og sum er ein dagur, ognaður kvinnunum, til endamáls at varpa ljós á tær og týdningin av kvinnum í einum framkomnum samfelagi. Nú rennur sólin fríð Ein sálmur er eitt felagsheiti fyri kristiligan sang, ið verður sungin til kirkjuligar guðstænastur ella kristilig tiltøk. Tá sálmasangur kom til Føroyar við siðaskiftinum í 1540 varð sungið á donskum í kirkjunum. Tíðarskeið frá síðst í 1600 til 1700 verður nevnt barokkur og hevði nakrar ávirkanir á millum annað samfelag og list. Nøkur serlig eyðkenni, ið vit síggja aftur í millum annað sálmum, eru fáfongd, týdningurin av religiøsu trúnni og lýsingin av frelsu frá Guði. Um hetta mundi var eisini týdningarmikið at fólk dugdu sína bíbliusøgu og vóru 'rætt trúgvandi' - altso, kendu ta rættu Luthersku læruna. Í Føroyum dugdu fólkið illa at lesa og áttu lítið og einki av bókum, tí vóru sálmar framúr góðir til at læra føroyinginum sína bíbliusøgu. Ein av dámdu yrkjarunum, ið serliga bar seg fram í barokk-tíðini var danska sálmaskaldið Thomas Kingo (1634 - 1703) ið yrkti "Nu rinder Solen op" í 1674. Sálmurin er seinni blivin týddur til føroyskt í 1939 av Christian Matras (tó blivu ørindini 3,5,7 - 10-16 ikki tikin við í týðingini). Sálmurin stendur í Sálmabók Føroya Kirkju, 2000. Sálmurin er ein morgunsálmur, har byrjað verður við eini náttúrulýsing av sólarris. Kjarnin í sálminum er millum annað, at vísa á gleðina yvir lívið og jørðina. Eisini verður týdningurin av frelsu frá Guði lýstur væl, ið er eitt av eyðkennunum frá barokk tíðarskeiðinum. Fyrst skal man takka Guði og síðani skal tað dagliga arbeiði gerast. Guð er tryggasta verjan hjá menniskjanum og verður við okkum gjøgnum komandi dagin. Uttari bygnaðurin á yrkingini er skipaður við seks ørindum, ið eru regluliga skipaði við átta reglum í hvørjum ørindi. Innihaldið í einstøku ørindunum er so: fyrsta ørindi byrjar við eini náttúrulýsing, ið vísir á tað vakra við sólarris. Síðani vendir eg-persónurin sær til sálina, og heitur hana á at reisa seg upp og venda sær til himmalin/Guð"stíg upp frá jarðarbú, bregð tær við tøkk og trú mót himnahøllum." (ø. 1, r. 6-8). Í næsta ørindi verður náðin hjá Guði lýst sum ótøld, djúp og stór. Hesa náði er eg-persónurin so heppin at fáa frá Guði hvønn morgun "hvønn morgun mær í skál ein náði uttan mál ríkt oman vellir." (ø. 2, r. 6-8). Í triðja ørindi greiður eg-persónurin frá hvat hendir um náttina, tá Guð sendir verndareinglar oman at verja hann og hansara. Eisini hoyra vit um frælsu. "Hann hesa náttarstund við einglaskara mær gyrdi garð og grund at fyri varða," (ø. 3, r. 1-4). Hann takkar á ein hátt fyri góðan og tryggan svøvn. Í fjórða ørindi eggjar eg-persónurin okkum á at vera djørv og gera tað uppgávur vit nú hava fyri framman í degnum. Vit kunnu lesa fimta ørindi sum eina bøn um at Guð skal leiða okkum burt frá syndum og freistingum. Eg-persónurin heitir Guð á, at um hann er um at ganga skeiva leiðir, skal Guð vísa honum á rætta leið aftur. Í Guði kann hann hvíla. "Meg signi, Drottin Guð, úr himni høga, at eg kann dag og tíð í tær og verki í meg fullvæl frøa." (ø. 5, r. 5-8) Vit kunnu lesa sætta ørindi sum eina álits váttan til Guð. Eg-persónurin greiður frá, at Guð kennir allir hansara tørvir, og tað vil so eisini siga, at eydnan liggur í Guðs hondum. Tí endar tað eisini við spyrja sálina: "mín sál, hvat bilar tá? Lat Guð bert ráða!" (ø. 6, r. 7-8). Røddin í sálminum er beinleiðis til staðar í yrkingini sum ein eg persónur, ið vit síggja til dømis í ørindi trý "men frælsur eri eg frá deyðans dapra veg og sálarváða." (ø. 3, r. 6-8). Frá ørindi eitt til fýra tosar eg-persónurin beinleiðis við seg sjálvan - ella við sína sál - um Guðs gerðir. Hann vendir sær ikki beinleiðis til lesaran, men hann vendir sær við einum tú, ið er hansara sál, (ø. 1, r. 5) og Guð (ø. 6, r. 1). Hansara støða verður ikki lýst sum nakað serligt uttan Guð. Tað er ígjøgnum Guð at eg-persónurin kemur ígjøgnum dagin og tað er gjøgnum frelsuna hann kann hvíla. Støðan verður lýst sum, at um hann ikki hevði havt hesa trúnna á Guð, hevði hann ikki verið so tryggur sum hann er, ið vit síggja sum dømi: "men frælsur eri eg frá deyðans dapra veg og sálarváða." (ø. 3, r. 6-8) Við hesum kunnu vit eisini staðfesta, at lívið hjá menniskjanum verður lýst sum meiningsleyst, um Guð ikki er í lívinum hjá tí einstaka. Guð er Guð, hann er hægst og hevur skapt okkum. Um hann ikki hevði skapt okkum, høvdu vit ikki verið her, men Guð hevði enn verið Guð. Hetta er aftur eitt sera kent eyðkenni frá barokkinum, at Guð er einasta standpunkt í lívinum, og hann kunnu vit líta á og hann skulu vit tilbiðja. Rím eru í sálminum, har endarímið er a-b-b-a-c-d-d-c, til dømis "smá - sáðið - blá - náði - hellir - skál - mál - vellir" (ø. 2). Tað er flott hjá einum yrkjara at brúka nógv og tøtt rím, og tað kann man væl seta Kingo í samband við, ið var ein maður við nógvum orðum. Hesi endarímini eru eisini við at gera eitt lag í sálmin, ið ger sálmin lættari at syngja. Nógvar endurtøkur eru eisini í sálminum, sum til dømis "Guð", "sál" og "náði" (ø. 2). Endurtøkur gera tað, at vit merkja hvat sálmurin veruliga snýr seg um, har endurtøkan av "Guð" minnir okkum á, at tað er Guð, ið sálmurin serliga leggur dent á. "Náðin" er Guðs náði, ið verður givin okkum. Tað er kristindómurin - at fáa náði frá Guði, ið vísir okkum, at vit eru elskaði. Myndamálini vóru oftast eintýðug og einføld, so tey ólærdu fólkini í kirkjuni kundu skilja endamálið við sálminum, og fáa mest burturúr sum gjørligt. Nøkur myndamál eru tó at vísa á, um til dømis í náttúrulýsingini í fyrsta ørindi síggja vit fyrsta myndamálið í yrkingini: "Nú rennur sólin fríð" (ø. 1, r. 1) Hetta er ein sálarkveiking av sólini, ið fær menniskjaliga eginleikan at renna, men verður meint við sólarris. Sólin og ljósið mynda Guð ella Kristus. Morgunin hjá eg-persónurin er fyltur við gleði og vónum - og Guð sendur nýtt ljós hvønn morgun. Eisini verður náttúran nýtt í sálmum frá barokk til at skapa eitt huglag. Nakrar samanberingar eru eisini, sum til dømis har likamið verið borið saman við eitt blómublað (ø. 4, r. 3) og "ótøld sum sandkorn smá og heimsins sáðið, sum havsins dýpi blá er Harrans er náði," (ø. 2) har Guðs náði verður samanborin við nógvu smáu sandkornini og djúpa bláa havið. Eisini kann tað, at Guð sendir okkum nýtt ljós hvønn morgun, skiljast sum ein mynd av náði, ið verður givin okkum av nýggjum hvønn dag. Guð fyrigevur okkum, og vit kunnu byrja av nýggjum. Ein antitesa verður eisini nýtt, ið vit lesa "men frælsur eri eg frá deyðans dapra veg og sálarváða." (ø. 3, r. 6-8) Deyðans dapri vegur kann skiljast sum helviti, har tey, ið ikki eru frelst fara. Vit hoyra um himmiríkið í sálminum, har alt er gott, ið er mótsetningurin av helviti. Tað, at gera nógv av við lýsingarorðum, síggja vit eisini aftur í "deyðans dapra veg", har skaldið vil leggja dent á at deyðin uttan frælsu er dapur. Stílurin og hugburðurin í sálminum er eyðvitað átrúnaligur og onkursvegna hátíðarligur, tá hetta er ein kristin sálmur, ið ber eina bøn til Guð. Tónin er ljósur og friðarligur - ið millum annað náttúrulýsingin er við til at menna. Meiningin við sálminum er, at hetta er ein morgunsálmur, ið berur eina tøkk, lovprísan og bøn til Guð. Sum áður nevnt, var tað týdningarmikið at fólkið kendi sína bíbliusøgu, og tí er hesin sálmurin góður til hetta tíðarskeiðið, tí hann inniheldur millum annað bøn og lovprísan. Temu í sálminum eru millum annað tey kristnu virðini og bønin og tilbiðjan. Tey kristnu virðini eru nógv í sálminum, sum til dømis tað, at vera rætt trúgvandi - at fólkið skuldi duga sína rætta luthersku kristnu trúgv. Týdningurin av frælsan og náði frá Guði verður væl lýst í sálminum, har eitt lív uttan Guð er tómt og dapurt, ímeðan lívið við frælsan er trygt og fylt av náði - tann religiøsa trúgvin heldur tí einstaka uppi. Bønin og tilbiðjan til Guð er tað vit hava skyldu at gera, og er tí eisini boðskapurin í hesum morgunsálmi, ið inniheldur bøn og tilbiðjan til Guð. Eisini kann man at enda, sum so ofta nevnt nú, seta sálmin inn í barokk rákið, ið, sum sagt, byrjaði síðst í 1600 og vardi til 1700. Sálmurin "Nú rennur sólin fríð" kann samanberast við sálmin "Harra Guð, títt dýra navn og æra" hjá norska sálmaskaldinum Petter Dass (uml. 1646 - 1707). Sálmurin "Harra Guð, títt dýra navn og æra" er eisini yrktur í barokk-tíðini, og er tí á ein hátt líkur "Nú rennur sólin fríð". Báðir sálmarnir hava ein boðskap at hjálpa tí einstaka við at læra sína bíbliusøgu, ávikavist við bønum og tilbiðjan til Guð. Eisini er nakað av tí tekniska líka, sum til dømis nýtir Dass endurtøkuna "Guð er Guð", ið leggur stóran dent á at Guð er størri enn menniskju. Kingo endurtekur eisini orð sum "Guð" og "náði", ið virka á sama hátt sum hjá Dass - at leggja dent á. Eisini brúka bæði Kingo og Dass lýsingarorð fyri at gera meira av, sum til dømis "deyðans dapra veg" (ø. 3) hjá Kingo og "høga høll og lága lon" (ø. 3) hjá Dass. At enda hava báðir sálmarnar eisini tey sterku kristnu virðini við sær. Eisini kunnu vit seta ørindi 2, ið ljóðar so: "við henni hvønn dag sál hann yvir hellir, hvønn morgun mær í skál ein náði uttan mál ríkt oman vellir." (ø. 2) setast í samband við sálm 23, 5 í Bíbliuni "Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum." Guð veruliga fyllir okkum við náði og lív - og hann hevur umsorgan fyri hvørjum einstaka persóni. Tað er ein gáva frá Guði til okkum, men hava vit uppiborið hesa náði frá Guði? Kingo og barokkur "Nú rennur sólin fríð" er ein av sálmunum hjá Thomas Kingo, ið er fríggjadags morgunsangurin frá hansara andaktsbók frá 1674. Seinni bleiv hann gjørdur til bæði ein bjartskygdan gerandissálm í evangeliskum- og kristligum sálmabókum og til ein tvífaldaðan sálm til skúlabrúk av Grundtvig. Yrkingin er uppbygd við seks ørindum. Hvørt ørindi hevur 8 reglur. Yrkingin er reglulig skipað, av tí at ørindini eru líka long. Yrkingin kann býtast í partar eftir innihaldinum. Fyrsti partur kann vera ørindi eitt og tvey, tí her greiðir frásøgufólkið frá, tá ið hann var longst niðri á havsins botni, dømi um hetta sæst í ørindi 1 reglu 6: "Stíg upp frá jarðarbú." Og ørindi 2, regla 3: "sum havsins dýpi blá". Næsti partur kann vera ørindi trý og fýra, tí er tað her, hann verður frælsur, tí dømi um hetta sæst í ørindi 3, reglu 6:"Men frælsur eri eg" og í ørindi 4, reglu 5 og 6:"hann vil mær í dag geva kraft og styrki, at eg mín guð í gerð,". Og síðsti partur kann vera ørindi fimm og seks, tí her berur hann boðskapin víðari, um at tað veruliga kann bera til at enduføðast, dømi sæst í ørindi 5, reglu 5-8:" Meg signi, Drottin Guð, úr himni høga, at eg kann dag og tíð í tær og verki í meg fullvæl frøa" og í ørindi 6, reglu 8:" Lat Guð bert ráða!". Í yrkingini eru kall- og kvennrím aðruhvørjaferð. Tað er regluhvíld eftir 6. Stavilsi og er hetta eyðkenni fyri barokktíðina. Í yrkingin hava øll 6 ørindini endarím a-b-a-b-c-d-d-c. Hon hevur stavrím í ørindi 2, reglu 1: "Ótøld sum sandskorn smá" og í ørindi 3, reglu 3: "mær gyrdi garð og grund", av tí at tað eru 3 orð í einari reglu, ið byrja við sama bókstavi, verður tað nevliga kallað stavrím. Í yrkingini er málið hátíðarligt, av tí at hon er merkt av skriftmálið. Hetta síggja vit gjøgnum alla yrkingina, og eitt av dømunum er í ørindi 1, reglu 5: " ver glað, mín sál, og hevja ljóm av vøllum," á gerandismálið sigur ein ikki, hevja ljóm av vøllum, men syngja av vøllum. Hann leggur dent á orðið "sál", tí tað verður nevnt í hvøjum ørindi, fyri at útrykkja at tað er hendan sálin sum reinsast ella endurnýggjast. Sum vit síggja, so fer hann niður á botnin og sálin fer burtur og tískil doyr hann. Hann verður síðani frælsur og fær nýggja sál av tí at hann verður endurføddur. Og boðskapurin við hesum er, at líkamikið hvussu langt ein søkkir, er tað møguligt at endurføðast. Náttin hon er myndamál uppá tað jørðiska lívið, meðan dagurin er myndamál uppá ta metafysisku verðina. Í yrkingini verður náttin lýst sum tað ónda, tá hann fær ótta og byrjar at seta hegn runt um garð og grund, fyri at verja seg, sum vit síggja í ørindi 3, reglu 1-4: "Hann hesa náttarstund við einglaskara mær gyrdi garð og grund at fyri varða,". Meðan, dagurin verður lýstur upp, alt er so fantastiskt, ljóst og gott, og hetta kann síggjast í øllum ørindinum 1: "Nú rennur sólin fríðúr Eysturlondum, umgyllir fjall og líð at fjørustrondum, ver glað, mín sál, og hevja ljóm av vøllum, stíg upp frá jarðarbú, bregð tær við tøkk og trú mót himnahøllum." Her er alt so jaligt, har hann takkar fyri alt og at sólin skal geva gullkenda glæmu yvir fjall og líð. Á fyrstu reglu í ørindi 1, hava vit eina samanbering: "Nú rennur sólin fríð" av tí at sólin verður persónsgjørd, tí vanliga kann ein sól ikki renna. Eisini eru sambendingar í ørindi 2, reglu 1: "Ótøld sum sandskorn smá" og relgu 2-3: "og heimsins sáðið, sum havsins dýpi blá,". Í ørindi 4, reglu 7 hava vit eina sálarkveiking: "hvar enn meg leiðin ber", tí her hevur "leiðin" fingið menniskjasligar eginleikar, við tað at hon skal bera hann. Í ørindi 4, reglu 3: "tíns likams blómublað", er myndamál uppá eydnu. Hann hevur eydnuna við sær, at sleppa upp til himmals. Hugsanin um, at verðin er forgeingilig, og at veruliga lívið er í himmiríki, var útbreidd í 17. øld. Sálmurin hevur fleiri barokk eyðkenni, so sum mótsetningar og at nógv verður gjørt av. Høvuðsmótsetningarnir eru verðin og himmiríkið. Her er eitt týdningarmikið barokk eyðkenni í ørindi 5, reglu 5-8: "Meg signi, Drottin Guð, úr himni høga, at eg kann dag og tíð í tær og verki í meg fullvæl frøa". Tí í barokkini fanst man at tí metafysisku verðini og spilti ta jørðisku verðina út. Ein vildi gera alt fyri at sleppa upp til himmals, tí í himmalinum var tað eitt fantastiskt stað. Og kom man ikki í himmalin, so vildi man gera alt fyri at tann jørðiska verðin vildi líkjast tí metafysisku verðini, so nógv sum til ber. Hetta kemur fram í yrkingini, við hjálp frá jesus, sum er guðs sonur og varðamaður á jørðini og tískil er hann tað tættasta menniskjað, ið kann koma til guð, sjálvt tá hann er á jørðini, sum vit síggja tildømis í ørindi 4, reglu 5-8: "hann vil í dag mær geva kraft og styrki, at eg mín Guð í gerð, hvar enn meg leiðin ber, av hjarta dyrki." Frásøgufólki meinar tað, at hann ikki kann liva á jørðini uttan hjálp frá Guði, sum vit kunnu síggjá í øllum ørindi 6: "Tú best mær tørv og trongd, o, Drottin, kennir, hartil øll lívsins gongd frá tær upp rennur, og hvat mær gagnar best í lut at fáa, frá fyrndini tú sá, mín sál, hvat bilar tá? Lat Guð bert ráða!". Tað er soleiðis, at frásøgufólkið skal berast sum eitt lítið, hjálparsleyst barn gjøgum lívið við hjálp frá Guði, tí sum hann nevnliga sigur, "lat Guð bert ráða", at tað sum guð ger, er tað rætta og tí ger hann einki uttan hansara hjálp. Her er peitisma í yrkingini, tí vit síggja nevnliga hvussu kensluligur og sansaligur maðurin er, og er hetta eitt eyðkenni fyri barokktíðina. Tema í yrkingini kunnu vera, lívið eftir deyðan, av tí, vit fáa at vita hvussu fólkið frá barokktíðini hugsaðu um lívið hjá sær. Eitt annað kann verða trúgv, tí tú skuldi trúgva á Guð fyri at fáa eitt ævigt lív. Tað síðsta, kann vera endurføðing. Tað at man verður endurføddur, fær reina sál og livir eitt nýtt og lukkuligt lív uppi í himmalinum. Fólk, sum livdu í barokktíðini, vildu ikki taka skuldina, fyri tað, ið tey høvdu gjørt, uppá seg. Um tað gekk teimum gott, so góvu fólkini æruna til Guð og søgdu, at tað var tann lagnan, ið Guð hevði ásett teimum. Í barokktíðini, tá livdu fólk nærmast fyri at doyggja. Og nú í okkara nútíðar samfelag, gera fólk tað øvugta. Tí í dag vilja fólk røkka so nógv í teirra lívið sum til ber, tí tað er eingin á jørðini, ið veit um tað hendir nakað eftir deyðan. Tað er munurin á fólkum, ið livdu í barokktíðini og á nútímans fólkum. Tá í tíðini, vóru fólk vís í, at har var eitt betri lív eftir deyðan, meðan í dag seta fólk spurnartekin við tað. Og tískil vilja fólk vera vís í, at tey røkka so nógv sum til ber í lívinum, tí hvat nú, um einki betri lív er eftir deyðan, so hevur tú spilt lívið hjá tær. Holberg og upplýsing Um tú hevði spurt ein persón í Føroyum í dag, um kvinnur og menn eru javnsett, hevði viðkomandi allarhelst svarað ,,Ja, tað haldi eg". Um man hugsar um heildina, tykist tað kanska eisini so. Men er tað veruliga líka lætt hjá kvinnuni at fáa somu maktfull størv eins og mannfólk? Um so er, hvussu ber tað so til, at vit ongan kvinnuligan reiðara hava? Tað tykist sum, at menniskjan í sínari undirvitsku hevur lyndið til at kúga rættindi hjá kvinnuni, bert tí hon er kvinna. Ritroyndin Rættindi hjá kvinnuni er skrivað av Ludvig Holberg (1684-1754), ið var hin fjølbroyttasti norðurlendski rithøvundurin í upplýsingartíðini. Við skemti og speii lýsir Holberg rættindini hjá kvinnuni, og greiðir frá hvussu samfelagið tykist at kúga tey. Ritroyndin kom út í savninum Adskillige store Heltes og berømmelige Mænds sammenlignede Historier í 1739. Í 1986 týddi Jógvan Isaksen ritroyndina til føroyskt og varð hon givin út í tíðarritinum Brá, nr. 8. Móttakarin í ritroyndini Rættindi hjá kvinnuni er kanska serliga tey samfelagsatfinnandi fólkini, ið hava áhugað í júst hesum evninum. Ritroyndin virkar sum ein skemtilig hugleiðing, har Holberg berur fram sína hugsjón. Í broti 11 endar Holberg ritroyndina við at staðfesta, at hesin kritikkur ikki er ætlaður at vinna konufólkinum nøkur nýggj rættindi, men bert at vísa á, at próvgrundirnar, ið vanliga verða nýttar, ikki halda. Her síggja vit eisini serliga, at tað er ein persónlig hugleiðing. Vit kunnu øll vera samd um, at í allari vinnu, virki og brúki skulu vit nýta gegniligastu ráðini. Tó undrast Holberg á, hvussu tað ber til, at tá ið talan er um eina kvinnu, verður hendan meginregla sett til viks. Hóast kvinnan egnar seg serstakliga væl til júst hetta starvið, verður hon á onkran hátt hildin niður, bert tí hon av náttúru er fødd sum ein kvinna. Holberg vísur í ritroyndini á, hvussu rættindini hjá kvinnuni verða kúgaði av samfelagnum. Hann greiðir frá, at menniskjan hevur hug at fløkja náttúruna uppí, tá ið talað verður um rættindini hjá kvinnuni. Hann greiðir frá, hvussu fólk halda, at náttúran einki ger til fánýtis, og tískil má hava haft eitt endamál, tá ið hon skapaði kvinnuna ymiska frá manninum. Tó heldur Holberg ikki at henda próvgrund heldur, tí um vit byggja okkara atfinningar á hesum grundarlagnum, vil tað vera gjørligt hjá eini kvinnu at venda hendan tankan við og siga, ,,at teir fyrru serstakliga eru tilevnaðir til tungt arbeiði, sum krevur tann likamliga máttin, og tær seinnu til virki av sniðfundigari slag, sum bert er treytað av sinninum." (brot 4 r. 6-8). Og tó er veruleikin enn tann, at fleiri halda at kvinnur ikki egnað seg til hægri størv, eitt nú leiðari og løgmaður, hóast hetta eru størv, ið krevja eitt klókt sinn. Holberg greiðir eisini frá, hvussu tann kropsligi og natúrligi munurin á kvinnum og monnum vísur seg at hava ávirkan á rættindi hjá kvinnuni: at kvinnan av natúr er skapað so, at hon skal bera barnið, er avgerandi fyri hennara rættindi. Kvinnan er ikki skikkað til mannfólkayrki í hesum tíðarskeiðinum, tí lyndið hennara er merkt av støðuloysi, óhóskandi ótta og øðrum veikleikum. Men her undrast Holberg á, um hetta ikki kann hava nakað at gera við hvussu kvinnan verður uppald og hvørjar siðvenju henni verður lærd. Hann greiðir síðani frá hvussu summar kvinnur dagin eftir barnsburð fara aftur til sítt vanliga arbeiði. Tó ger hann tað greitt, at hann heldur, at natúran krevur ta tíð, sum songarkonur vanliga brúka eftir burðin. Og um tað ikki ber annað við sær, enn at ein kvinna á leið 6 vikur um árið er ógegnilig til virksemi, heldur hann tað vera meira skilagott, enn at hava eitt mannfólk, ið einki høvur hevur, og tískil er ógegniligur alt árið. Holberg hugleiðir, og ynskir, at ein kanning verður sett í verk, har kannað verður, um ikki vanin og uppalingin verða mistikin fyri náttúruna. Endamálið við ritroyndini er sum sagt at vísa á, at hesar próvgrundirnar, sum vanliga verða brúktar, ikki halda. Hervið nýtir hann spei og satiru til at fanga lesaran og miðla sín boðskap. Hóast Holberg endar sína ritroynd við at siga, at kritikkurin ikki er ætlaður at vinna konufólkinum nøkur nýggj rættindi, sæst tað týðiliga aftur í tekstinum, at Holberg onkursvegna heldur við kvinnunum. Við at nýta skemt vísur hann fleiri ferðir á, hvussu láturlig hendan støðan í veruleikanum er. Eitt nú sæst hetta serliga aftur á reglu 1 í 4. broti: ,,Hvat tí fyrsta viðvíkur, so kann ikki noktast fyri, at annað kynið verður føtt meira smálimað og tí minni dugandí til arbeiði enn hitt." Hann nýtir skemt og sarkasmu til at fáa lesaran at skilja, hvussu ólogiskt hetta veruliga er. At ein limur skal skilja kvinnuna frá manninum, og við hesum gera tað seinna sterkari enn tað fyrra, er ikki ein nóg góð grundgeving. Eisini ger hann tað greitt, at tað er tó ein orsøk fyri, at vit eru skapaði sum vit eru. At kvinnan hevur fingið sín leiklut sum móðir, og at tað merkir, at hon 6 vikur um árið skal taka sær av einum barni, er í lagi. Hann meinar, at tað er ein orsøk til hendan munin á uppalingini hjá kvinnuni og mannfólkinum. ,,Somuleiðis hevði tú, um manskynið hevði fingið tílíka uppaling sum konufólk, sæð nógvar dygdir umskaptar til brek og veikleikar..." (Brot 9 r. 1-2) Hann vísur á, hvussu dygdirnar, ið kvinnan hevur, ikki høvdu hóska til mannfólkið, men hevði verið skapað um til ein veikleika. Hetta er sjálvandi eisini galdandi umvent. Holberg er annars eisini kendur fyri, at hann í sínari tíð umrøddi spurningin um javnrættindi hjá kvinnum. Hann ger tað eisini fleiri ferðir greitt, at hesar grundgevingar, ið samfelagið nýtir, ikki eru nóg sterkar til at kunna útihýsa so at siga helvtina av menniskjansliga kyninum. Longu í innganginum, síggja vit eitt týðiligt dømi uppá hvussu Holberg nýtir logos: ,,Hvør persónur, hvør lutur má tí nýtast til sítt brúk, tí tað amboð er frægast, sum hóskar til tað ávísa lendið..." Hann vísur, hvussu hvørt menniskja er einstakt, og tískil er tað ymiskt hvat vit øll egna okkum til. Eisini verður logos nýtt so at siga í allari ritgerðini, har Holberg við skemti spottar tær vánaligu próvgrundirnar. Hóast teir ráðandi í samfelagnum í hesari tíðini ikki dámdu atfinningarnar hjá Holbergi, hevur hann ein høgan autoritet. Í sínari tíð var hann eisini professari á universitetinum og í dag er hann sera kendur fyri síni verk. Uttanfyri Kongaliga leikhúsið í Keypmannahavn er m.a. uppstillað ein standmynd av honum. Eisini dregur Holberg týdningarmiklir persónar inn sum Cicero, ein rómverskur politikari, og hetta skapar eitt trúvirði til Holberg. Tískil er etos eisini í brúk í ritroyndini. Teksturin Rættindi hjá kvinnuni er bygdur upp av 11 brotum. Hetta er ein akademiskur yrkistekstur, ið er uppbygdur av einum inngangi (Brot 1), eini frágreiðing (Brot 2-10) og eini niðurstøðu (Brot 11). Hóast teksturin ikki er so langur, er hann torførur at lesa, og hevur hann eitt LIX tal á 48. Eitt LIX tal á 45-54 eyðkennir akademiskar útgávur, sakligar bøkur og vísindaligar greinar, eins og henda ritroynd er ein akademisk útgáva. Setningarnar eru langir og Holberg nýtir eisini long og torfør orð, eitt nú próvgrund, ógegniligur, sniðfundigari og sinnisins gávur - tað er ikki ein og hvør, ið megnar at lesa og skilja hendan tekstin, og eg kann við vissu siga at nógv hava tørv á at lesa hann nakrar ferðir, áðrenn tey veruliga skilja boðskapin. Holberg var eisini ein sera lærdur persónur og arbeiddi sum sagt á universitetinum í Keypmannahavn sum lærari og professari í m.a. gudfrøði og retorikki. Yrkisteksturin er kensluborin, tí hugburðurin hjá sendaranum hevur størst týdning: tað er Holberg, ið ber fram sín hugburð, og við sínum kenslum greiðir frá, hví hann heldur, at samfelagið kúgar kvinnuna. Hann vísir á, hvussu próvgrundirnar ikki halda, og er hetta ein persónlig grundgeving frá sjónarmiðinum hjá Holbergi. Ritroyndin Rættindi hjá kvinnuni kom út í 1739. Hetta var mitt í upplýsingarøldini, ið er tíðarskeiðið millum barokk og romantikkin. Vit siga, at upplýsingarøldin strekti seg frá umleið 1700-síðst í 1700. Holberg var sum sagt ein sera fjølbroyttur rithøvundur undir upplýsingartíðini og skrivaði hann nógv ymisk tekstsløg. Fram um ritroyndir, eins og hendan, kunnu eitt nú nevnast ferðafrásagnir og skemtileikir. Ritverkini hjá Holberg eru sermerkt og viðgera spurningar sum ,,Hvat er eitt gott samfelag?" og ,,Hvat er eitt gott menniskja?". Hóast verkini vóru ymisk, høvdu tey øll sama endamál; at nýta skemt, spei og satiru til at lýsa, hvussu fólk hugsa. Eyðkenni við upplýsingarøldini, ið serliga koma til sjóndar í hesum verki, eru 1) skemt og satira, ið Holberg nýtir til at miðla sín boðskap; 2) javnbjóðis rættindi, har Holberg vísur á, at vit eiga ikki at útihýsa kvinnuna bert tí hon av natúru er øðrvísi enn maðurin, og; 3) at øll hava rætt til upplýsing, har Holberg við skynsemi upplýsir lesaran um eina nýggja frágreiðing av evninum. Ritroyndin bleiv týdd til føroyskt í 1986 av Jógvani Isaksen - næstan 250 ár eftir útgávuárið. Í dag eru tað 277 ár síðan útgávuárið, og tí skuldi man trúð at henda ritroynd kanska ikki var nakað serliga aktuell fyri okkum. Men so er ikki. Sjálvandi er støðan um javnrættindi millum mannfólk og konufólk batnað síðani, men tað tykist enn at vera ein munur á kyninum. Hetta vísir Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, sera væl á, í eini grein í vikuskifti Sosialinum nr. 21 frá 19. Februar 2016. Hon greiðir frá, hvussu tað bara eru heilt fáar kvinnur í Føroyum, ið hava maktfull størv, so sum Jóhanna á Bergi, ið er stjóri í Atlantic Airways og Marita Rasmussen, ið er stjóri í Vinnuhúsinum. Tað er til dømis eingin kvinnuligur reiðari í Føroyum. Tað tykist at vera so, at kvinnurnar halda til í kreativu vinnuni ella almennari fyrisiting. Hon ger tað tí greitt, at tað í Føroyum er mangul á kvinnuligar fyrimyndir. Weihe er fyrsti kvinnuligi tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Weihe hevur verið nógv kritiserað í sínum starvi, har hyggjarin leggur til merkis hvussu hár hennara er í dag - ja sjálvt kann hann hava viðmerkingar um neglalakkið, ið hon berur. Hesar viðmerkingar fóru ein dagin so nógv út av lagið, at Weihe tann 27. Apríl 2015 varð hótt við at verða hópneyðtikin av mannfólki, ið vóru ósamdir við samrøðuháttin, ið hon brúkti í Dag & Viku. Her kunnu vit spyrja okkum tann spurningin, um kvinnur høvdu kunnað funnið uppá at hótt Finnur Koba við hesum sama, um tær ikki vóru samdar í hansara samrøðuhátti? Allarhelst ikki. Vit mangla kvinnuligar fyrimyndir í Føroyum. Í løtuni er løgtingssessirnir býttir á 11 kvinnur og 22 mannfólk. Sjálvandi er hetta ein framgongd, í mun til hvat tað einaferð var. Eisini hava vit í dag kvinnuligan fíggjarmálaráðharra. Men vit mangla enn kvinnuligar føroyskar fyrimyndir. Sjálv dugi eg ikki at staðfesta, hvør mín fyrimynd er. Fyri at siga tað sum tað er, so haldi eg, at eg eri mín egna fyrimynd. Og um hetta er tilvildarligt, ella um tað er samfelagið, ið hevur avgjørt tað fyri meg, er torført at svara uppá. Men tað sær út til at tað fer altíð at vera munur á kvinnum og monnum. Hvør veit, kanska fara vit at flyta okkum so nógv, at samfelagið einaferð í framtíðini fer at gerast parallelt, eins og tað er í skaldsøguni Ferðin hjá Niels Klim undir jørð, ið Holberg eisini hevur skrivað. Tað hevði tó ikki verið tað optimala. Men um vit nakrantíð fara at røkka eitt javnvág, tá ið talan er um javnrættindi, er torført at siga. HOLBERG OG UPPLÝSING Náttúran er vøkur í ymiskleika hennara, og øll djór fylgja reglum hennara, men verður menniskja sætt eins og eitt djór, ið er tengt at náttúrunnar lóg og lystum? Í kristnari religión verður hildið, at menniskja hevur tveir samleikar ella tvær lógir. Tað er partvíst stýrt av náttúrunar lógum, Lex Natura, ið umboðar instinktini og móðurkærleikan, men eisini partvíst sjálvstýrandi, grundað á, at Guð skapti menniskja í mynd síni. Hesar lógir, ið sambært kristnari trúgv bert galda fyri mennsikju, verða nevndar Lex Dei. Tvídráttur menniskjans liggur millum hesar lógir, tí við Lex Dei kemur frælsi, ábyrgd og serstakliga valið og framskygni, meðan Lex Natura slær hetta til síðis og sigur, at vit einans eru djór, ið fylgja viðføddu dryftum okkara. Tað at velja er sereyðkenni fyri menniskja. Djór fylgja bert náttúru síni, meðan menniskja virkið kann velja at broyta seg sjálvt ella velja at ávirka umhvørvið sítt. Eitt samfelag í sær sjálvum er í prinsippinum nakað løgið. Tað er ein háttur at skipa lív sítt uppá, ella ein háttur har lívið verður skipað fyri teg uttan tína samtykt, men hvør er grundin til, at vit yvirhøvur hava eina samfelagskipan? Fyrstu menniskju vit vita um, sum skipaðu seg í eitt samfelag, gjørdu hetta antin av neyð, ella tí tey sóu ágóðan av samarbeiði. Ein skipan veitir tryggleika og fyrimunir fyri einstaklingin og familjur. Man er ei longur í vanda fyri at doyggja út, orsakað av hørðum arbeiði við tí fyri eyga at yvirliva. Hendan ábyrgd av sær sjálvum fellur á einstaklingin, t.d. at heinta mat, varða um búplássið, ansing av børnum o.s.v., ið eru tíðarkrevjandi uppgávur. Men tá ein partur velur at taka valdið og ráða yvir hinum, fáa tá øll ágóðan av hesi skipan? Eru vit tá longu somikið bundin at fyrimununum, at vit uttan himpr eru til reiðar at niðurleggja frælsi okkara, og lata tað verða tikið okkum av hondum? Svarið á fyrra spurningin úr einum javnrættindissjónarhorni er nei! Tá ein partur verður við undirlutan, uttan mun til mongdina ella kyni á viðkomandi bólki, tá er órættvísi longu framt. Um ein sovorðin valdsgirnd sleppur framat stýrinum, noyðast vit onnur so við og við ígjøgnum ættarliðini at læra nýggju leiklutir okkara. Frá valdharrunum fylgir vitanin um, at nøkur í samfelagnum eru minni verd enn onnur, kanska orsakað av kyni, húðarliti, kynsligari-orientering, o.ø. Men er hesin mismunur til, tí summi veruliga hava minni virði í eygum náttúrinnar enn onnur? Ella er hesin almenni trupulleikin grundaður á nøkur fá valdsjúk fólk, ið við albogatroðkan avgerða lagnuna hjá øðrum? Í ritroyndini "Rættindi hjá kvinnum" frá 1739 úr savninum Adskillige store Helte og berømmelige Mænds sammenlignede Historier vísir Ludvík Holberg, ið livdi frá 1684 til 1754, á hví orsøkirnar fyri, at kvinnur eru útihýstar frá týdningarmiklum stýrandi virksemi, ikki eru haldbarar. Høvuðshugsan hansara hesum viðvíkjandi verður lýst ígjøgnum argumentatión, generalisering og dømir, bæði fyri og ímóti. Holberg er kendur fyri at skriva nógv innan jura, men er serstakliga vældámdur fyri komediur og satirisku søgur sínar, herímillum Ferðin hjá Nielsi Klim undir jørð. Jógvan Isaksen týddi "Rættindi hjá kvinnum" til føroyskt í 1986, og ritroyndin kom út í tíðarritinum Brá nr. 8. Teksturin er helst ætlaður fakfólki og hægri stattunum í samfelagnum. Hann er skrivaður í eini tíð, har latín var almenna fakliga málið og bert lestra køn fólk høvdu atgongd til bókmentaliga vitan. Bygnaðurin er ein akademiskur yrkistekstur, ið er uppbygdur eins og eitt essay, har vit fáa ein inngang, eina frágreiðing og síðani eina niðurtøðu. Skrivingarlagið er sakligt, og rithøvundurin leggur dent á síðst í tekstinum, at hann er uttanveltaður. Teksturin er fakligt sinnaður, men er borin fram á ein sera lættfatiligan hátt. Uppáhaldið er, at próvgrundirnar fyri at kvinnur verða útihýstar úr øllum týdningarmiklum viðurskiftum, ikki eru nøktandi prógv. Ein av grundgevingum Holbergs er, at hóast náttúran hevur skapt menn og kvinnur ymisk kropsliga, so hevur hon ikki tikið atlit til kyn, tá skynsemi bleiv býtt út á menniskjuni. Summi menniskju eru betri egnað til nøkur størv enn onnur, og summar kvinnur eru betri til at ráða enn summir menn og umvent. Eitt ironiskt dømi um hetta er fylgjandi úrtøka um, tá kvinnur gerast ógegniligar í nakrar vikur um árð eftir barnsburð: "meðan harafturímóti mangur maður, sum einki høvd hevur, er ógegniligur alt samalt árið". Hesir menn hava kanska ein sterkan kropp/fysikk, men einki ímillum oyrini. Heimild hansara, ið hann byggur ritroynd sína uppá, er logikkur og gerandis royndir. Í tekstinum brúkar Holberg bert etos einaferð. Tað er, tá hann vísir á sín egna objektivitet í síðsta broti. Við hesum brúki vísir hann til eitt høvuðsendamál, ið er bæði kunnandi og kensluborið. Teksturin kunnar um støðuna hjá kvinnum, líkleikar og ymiskleikar kynini ímillum, men á ein kenslubornar hátt, har dentur verður lagdur á lættskiljilig dømir og órættvísi, men uttan at áheita móttakaran um, at broyta hesa støðu. Til sama móttakara hevur hann gjørt greinina ómetaliga lætta at skilja við dømum frá gerandisdegnum, og við at sipa til kend líknilsir av t.d. Cicero og Oraklinum úr Delfi. Sjónarhorn Holbergs er tíðiligani lýst við hesum teksti og t.d. ígjøgnum søgu hansara, Ferðin hjá Nielsi Klim undir jørð, har hann á sarkastiskan og ironiskan hátt ger gjøldur burturúr leiklutunum hjá kvinnum og monnnum við at venda hesir á høvdið, men vísur samstundis á skeivleikar tess. Hann lýsir m.a. eitt samfelag, har mannfólk eru fyri órættum viðvíkjandi skerdum frælsi, og har teir eru í vanda fyri m.a. kynsligari misnýtslu av ungum jomfrúum. Hóast hetta ivaleyst ljóðar stuttligt, viðger Holberg ein ómetaliga ótespiligan og vanvirðisligan trupulleika, ið enn fer fram í okkara nýmótans samfelag. Men høvuðsendamálið við 'Rættindini hjá kvinnum' er ikki at vísa á verstu trupulleikar samfelagsins, men leggur heldur dent á, hvussu óbrúkbart argumentið ímóti leikluti kvinnunar er. Kvinnur eru ikki føddar til at vera fyri mismuni, men tað er heldur menniskjuni ígjøgnum eitt patriarkalskt samfelag, ið hava ábyrgd av hesum órættvísi. Tó skal nevnast, eins og Holberg vísir á í tekstinum, so eru kropsligir munir á kyninum. Tann sterkasta kvinnan er kanska nógv veikari enn sterkasti maðurin, men hon er ivaleyst nógv sterkari enn veikasti maðurin. Flest fólk liggja á einum skala ímillum hesi ytstu mørk, bæði kvinnur og menn. Men her verður bert tosað um kropsliga styrki, men hvat við mentalari styrki, skynsemi og intelligensi? Tann gløgga kvinnan, ella tað gløgga menniskja, kann væl vera nógv sterkari enn ein, ið fysiskt er sterkur, men lítið og einki hevur at hugsa við. Kvinnur í Holbergsa tíð verða skornar yvir ein kamb, og útihýstar frá umráðandi málum, eins og kvinnur í ávísan mun enn eru við minnilutan í m.a. politikki. Tá eg nevni, at samfelagið hevur skuld í mismuninum, meini eg við uppalingina og normarnir, ið ótilvitað verða kroystir niður yvir okkum frá barnsburði. Tað er tann inngrógvnið hugburðurin í menniskjanum, ið hevur skyldu fyri nógvan órætt, ið enn verður framt, ikki bert móti minnilutabólkum, men ímóti helvtini av menniskjaættuni. Um vit fara aftur til dømið um neyðtøku, eru nógv argument ímóti kvinnuni, at hon sjálv hevur ábyrgd av hendingini grundað á klædnasnig. Eitt vánaligt argument, ið ov ofta verður vent til fyrimun fyri álopsmannin, tí vit eru von við, at menn sleppa at fara um kvinnur soleiðis. Kanska ikki við hesum víðgongda dømi, men í dagligari diskriminatión. Man átti als ikki at hugt at kvinnuni og hvat hon er í ella ikki, men heldur burdi man fari inn á beinið á álopsmanninum og víst á, at sovorði eigur undir ongum umstøðum at fara fram, um so konan gekk runt nakin á gøtuni. Eins og klædningur ikki eigur at ávirka, hvat ið man moralskt velur at gera, so eigur kynsbýti ikki at ávirka, hvat ið kvinnur sleppa at fáa atgongd til og ikki. Ásjónir Holbergs hoyra til upplýsingartíðina grundað á, at hann við fakligum neyvleika byggir ástøði síni. Hann byggir meiningar sínar á empiriskar royndir úr gerandisdegnum. Við hesum royndum leggur hann dent á skeivleikan við at fordøma uttan eftirfarandi grundarlag. Eisini tekur hann einstaka menniskja ella individið burturúr og greiðir frá, at hvør persónur hevur sínar egnu sermerktu gávur tvørturum kynsmunin, og hvør einstakur burdi á hóskandi hátt útinnt hesar gávur til fulnar. Men viðvíkjandi kvinnurættindum, hvussu langt eru vit komin síðani hesin teksturin kom út? Eru vit komin væl víðari enn á døgum Holbergs? Í stóran mun er svarið ja, men enn eru nútíðar samfelagsborgarar, viðhvørt í leiðandi størvum ella á politiska leikpallinum, ið hava ein hugburð til javnrættindi, ið eg vildi hildið hoyra eini fornari tíð til. Feskasta dømið er kjakið í Føroyum um hjúnabandslógina, sum í stuttum snýr seg um at geva samkyndum somu borgarligu rættindi sum hinkynd. Kvinnur fingu valrætt fyri 100 árum síðani, men hvussu er við javnstøðu í dag? Hví hava vit t.d. Demokratia, ein felagsskap, ið upplýsir okkum um demokrati og javnrættindi? Hví hátíðarhalda vit altjóða kvinnudagin 8. Mars? Hví eru lutfalsliga so fáar kvinnur á Løgtingi? Hví eru so fáar kvinnur í leiðandi størvum, og hví tjena føroyskar kvinnur nógv minni enn menn? Sambært lógum landsins hava kvinnur javnrættindi, men enn lekur ímillum lóg og praksis á summum økjum. Uppaling av børnum viðvíkjandi javnstøðu er í støðuðari broyting til tað betra, og her spælir hugburður foreldranna ein stóran leiklut. Hvørjar fyrimyndir síggja børn í foreldrum sínum, á stovnum, í útbúgvingarverkinum og í samfelagnum sum heild? Í samfelagi okkara fáa minnilutabólkar spakuliga frælsi til at vera, sum tey eru, taboo-evnir verða viðgjørd so við og við í miðlum og skúlum, og hyggja vit at síðsta Løgtinsvali í mun til tey frammanundanfarnu, so fingu kvinnur hesuferð ein triðing av sessunum. Kvinnurnar eru avgjørt blivnar meira sjónligar í politikki og í samfelagsmyndini, men tó ikki í sama mun sum menn. Hetta er eitt lop fram á vegnum móti felags virðing fyri hvør øðrum og javnstøðu, men enn er langur vegur eftir til satt frælsi partanna millum, men vit eru ávegis og hava framhaldandi tørv á batum, størri tilvitan um javnrættindi og hugburðsbroyting á fleiri økjum. Við støði í hesum veruleika er tað tankavekjandi, og enntá bæði tragiskt og komiskt, at Holberg í "Rættindi hjá kvinnum" í 1739 skrivaði um viðurskifti, sum í ávísum pørtum av samfelagi okkara enn ikki hava vunnið framat. Holerg og upplýsing Nú á døgum hava menn og kvinnur, í Evropa, fyri tað mesta tey somu rættindini úti á arbeiðsmarknaðinum. Tó eru nógv lond í heiminum, har sum kvinnur og menn als ikki hava somu rættindi í samfelagnum. Tað eru ymiskar orsøkir til hetta og átrúðnaður er ein av størstu orsøkunum til at menninir í hesum londum hava so nógv betri rættindi enn kvinnurnar. Í Evropa verður, í løtuni, nógv gjørt fyri at betra um karmarnar hjá kvinnum, serliga á arbeiðsmarknaðinum. Hetta verður eisini arbeitt við í Føroyum, tó eru summi viðurskifti, sum gera hetta verri hjá kvinnum. Millum annað loyvir barsils uppbýtingin í Føroyum ikki monnunum at vera heima leingi við barninum, og tískil mugu kvinnurnar vera longri heima og hetta ger tær minni attraktivar á arbeiðsmarknaðinum. Um hetta er tann natúrliga uppdeiligin ella um tað kemur av uppdraging eru fólk tó ósamd um. Ludvig Holberg hevur skrivað eina ritroynd "Kvinders Rettigheder", sum kom út í savninum Adskillige store Helte og berømmelige Mænds sammenlignede Historier, sum snýr seg um leiklutin, sum menn og kvinnur hava í samfelagnum. Holberg meinar, at hvør persónur skal virka útfrá sínum egnu eginleikum og brúka tey amboð, ið ein hevur fingið, soleiðis sum tey hóska best til eins eginleikar. Hann brúkar sum dømi, at tann skógvur, sum hóskar best til ávísa fótin og tann hattur sum hóskar besti til tað ávísa høvdið skal brúkast. Í greinini nevnur hann eisini, at menn oftast eru best egnaðir til kropsligt arbeiði og at konur eru best egnaðar til annað arbeiði, ið krevur at arbeitt verður við høvdinum. Í hesum føri kann skógvurin tí síggjast sum mynd fyri mannin og hatturin sum mynd fyri konuna. Hetta vísur, at Holberg meinar at menn skulu hava tey kropsliga krevjandi arbeiðini og konunar skulu hava onnur arbeiði. Tó sigur hetta eisini, at tað ikki er galdandi fyri øll fólk. Summar kvinnur kunnu væl vera førar fyri at hava kropslig arbeiðir og hinvegin eru summir menn kanska ikki so væl egnaðir til hesi arbeiðir. Holberg sigur í tekstinum, at hann sær at tað er samsvar hjá øllum menniksjum og øllum tíðum í kynsliga býtinum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta metir hann vera eitt slag av prógvi fyri, at tað er ein natúrlig fyriskipan, at bæði kynini hava sínar ymisku eginleikar á arbeiðsmarknaðinum. Tó sigur hann, at eitt hvørt menniskja og ein hvør vinna tískil ikki átti at gjørt mun á monnum og kvinnum úti á arbeiðsmarknaðinum, hóast hetta í hansara tí var, og enn er, veruleikin úti á arbeiðsmarknaðinum. Hann nevnir millum annað eisini trý dømir, ið prógva, at kvinnur hava annarleiðis umstøður á arbeiðsmarknaðinum enn menn. Hesi trý dømini eru, at kvinnur eru skaptar spinklari enn menn, at kvinnurnar føða børn og at tær eru meira bangnar av sær. Tó vísur hann á, at hesi trý dømini um mun millum mann og kvinnu ikki gera, at kvinnur er minni førar fyri at arbeiða enn menn. Hóast kvinnu kroppurin ikki er førur fyri sama kropsliga arbeiði, sum mannskroppurin, eru tað summi arbeiðir, sum kvinnu kroppurin er betur egnaður til. Hann sær tað heldur ikki sum ein trupuleika, at kvinnur føða børn og hetta skyldar hann eisini uppá upppalingina. Hann meinar, at um ein kvinna fær at vita frá barnsbeini, at hon skal binda frið í vikur eftir at hon hevur føtt, fer hon at gera tað. Um ein kvinna hinvegin verður uppdrigin til at hon skal fara út aftur í vanliga gerandisdagin beint eftir føðingina, er hetta tað hon fer at gera. Hetta grundgevur hann við at siga, at tað finnast kvinnur, ið fara út aftur á arbeiðsmarknaðin skjótast gjørt, aftaná at tær hava átt. Sambært honum, er kvinnur betur til arbeiðir, sum hava við inteligens at gera og tískil heldur hann tað ikki bila, at kvinnur ikki eru førar fyri at arbeiða í nakrar vikur, tá ið teir eru við barn, tí tað finnast menn, ið ikki eru førir fyri at gera 'kvinnu' arbeiði alt árið, tí teir hava ein mannfólka heila. Tað triðja dømi skyldar hann uppá uppaling. Hann sigur, at tað hevði ikki veri munur á psykuni hjá monnum og kvinnum, um munur ikki varð gjørdu á kynunum í gjøgnum uppalingina. Hann meinar at kvinnur vera uppdrignar til at vera bagnar fyri ymsum og tað verða menn ikki. Út frá greini virkar tað sum at Holberg metir lyndið hjá kvinnuni at vera stórsti veikleikin. Tó sigur hann eisini, at hetta hevur er eitt úrslit av uppalingini. Um ein kvinna bleiv uppdrigin til eitt mannfólka arbeiði, hevði úrsliti av hennara lyndi eisini veri annarleiðis. Niðurstøðan hjá Holberg er tí, at tað er ikki av natúrligum orsøkum, at kvinnur ofta vera órættvíst behandlaðar á arbeiðsmarknaðinum, men at tað meira er eitt úrslit at uppaling og vanum, í gjøgnum tíðina, ið hava skapa hesi fyribrigdini. Sjónarhornini hjá Ludvig Holberg hóska væl til tað tíðina hann livdi í. Teksturin er, sum sagt, skrivaður í 1700-talinum og tað er júst tað tíðarskeiðið, ið verður sett í samband við upplýsingar tíðina. Tað eru eisini fleiri onnur viðurskiftir í tekstinum, ið vísa á, at hetta er ein tekstur, ið er skrivaður í upplýsingar tíðini. Nógv nýggj tøkni tók seg fram í hesum tíðarskeiðnum og hetta ávirkaði fólkini sum livdu tá. Tey fóru frá at hugsa, at Gud hevði skapað tað heila og bestemmaði til at trúgva, at tað al oftast vóru natúrligar frágreiðingar uppá tað mesta. Júst sum í tekstinum hjá Holberg. Han vísur á, at tað ikki er natúran, ið skapar arbeiðsmarknaðin, men fólkini og hvussu tey eru uppald. Her kemur hann við einari logiskari frágreiðing uppá, hví samfelagið fungerar á tann hátt tað ger. Javnrættindi er eitt sera aktuelt evni í løtuni og tað verður gjørt nógv fyri at betra um umstøðurnar minniluta bólkum í flestu samfeløgum. Á arbeiðsmarknaðinum eru kvinnurnar tær, ið í gjøgnum longri tíð hava veri verri stillaðar. Teksturin sum Ludvig Holberg skrivaði í 1700-talinum vísur, at fólk longu vóru varhug við, at tað var ein trupuleiki, at eins møguleikar fyri at fáa arbeiði í ymsum vinnum var so tengt av, hvørjum kyni man var. Tað hevur veri arbeitt fyri javnstøðu leingi og hóast teksturin næstan er 300 ára gamal, eru vit enn ikki komin á mál. Javnstøðan millum kynini hevur flutt seg nógv, men tó ikki so nógv, at hetta ikki er ein trupuleiki meir. Eitt sum hevur verið gjørt fyri at betra um støðuna er, at í summum leiðslum o.s.v., skal eitt avíst antal av limunum vera umboða av eini kvinnu. Hóast hetta er gjørt fyri at betra um javnstøðuna, halda fleiri kvinnur hetta ikki vera rætt, tí hetta ger at kvinnan ikki fer at føla at hon er vald til starvið útfrá hennara dygdum, men av hennara kyni. Tá er tað meir ella minni sami trupuleiki sum áður, munurin er tó, at man verður valdur frá ella til vegna kyn. So leingi kyni hevur ein týdning fyri, um man verður valdur frá ella til í einum starvið, hevur arbeiðsmarknaðurin ikki rokkið endamálinum, ið er at skapa javnstøðu millum kynini. Holberg og upplýsing Kvinnurættindi hava verið ein stórur partur av javnstøðukjaki kring heimin síðani 19. og 20. øld, men tó vóru longu nakrir forsprákarar fyri kvinnum í 18. øld. Ein av teimum, ið varpaði ljós á órættvísu viðferðina av kvinnum var norski rithøvundurin Ludvig Holberg, ið í 1739 gav út ritgreinina 'Rættindini hjá kvinnum'. Ætlan hansara við ritgreinini er als ikki at skaffa kvinnum nøkur nýggj rættindi, men hann roynir heldur bert at vísa á, at orsøkirnar og próvgrundirnar, ið vórðu nýttar ímóti kvinnum og teirra luti í samfelagnum, ikki vóru haldgóðar. Holberg greiðir millum annað frá, at orsøkin til at kvinnur ofta fáa veikleikar í lyndi teirra kann vera uppvøksturin. Um mann til dømis hevði uppalt kvinnur til mannfólkayrki, høvdu tær møguliga ikki havt hesar veikleikarnar, og um mann á sama hátt uppaldi mannfólk sum konufólk, høvdu nevndu veikleikarnir møguliga víst seg í teirra lyndi. Sostatt sigur Holberg, at í tí at øll fólk hava fordómar um konufólk og uppdraga tær hareftir, fer mann ímóti teirra natúru, og sambært Holberg er tað sera týdningarmikið at fylgja natúru sínari. Hann nevnir eitt dømi, har Cicero spyr Apollons orakkul, hvørjum hann skal leggja seg eftir, og tá fær hann at vita, at hann skal fylgja síni natúru. Hesum tekur Holberg undir við, og hann sigur enntá, at um øll fylgdu hesum boðum og ikki kríggjaðust við himmalin við at takast við sakir, sum tey av natúruni ikki eru skapað til, so hevði heimurin havt nógv fleiri dugnalig fólk. Soleiðis síggja vit, at tað er sambært Holberg sera týdningarmikið at mann fylgir natúru síni, tí annars fær mann ikki verið tann besta útgávan av sær sjálvum. Holberg heldur tað vera skeivt at útihýsa helvtina av allari mannaættini frá arbeiði og øðrum samfelagsviðurskiftum, einans vegna hennara kyn. Hann sigur eisini, at um tað passar, at mannfólk eru sterkari og tískil betur førir fyri at arbeiða kropsliga, so kann mann eisini koma við tí próvførsluni, at kvinnur eru betur førar fyri at arbeiða við sinninum. Tí heldur Holberg tað vera býttisligt, at mann ikki letur kvinnur arbeiða við týdninarmiklum størvum. Tó kemur hann við einari próvførslu, ið er trupul fyri kvinnur, ið verður nevnd fleiri ferðir gjøgnum ritið, í reglubroti 3: "(..)barnsburðir, sum í minsta lagi nakrar vikur um árið gera kvinnukynið óskikkað til mannfólkayrki." Nú mugu vit eisini hava í huga nær ritið er skrivað, og tað var ógvuliga vanligt fyri kvinnur at fáa nógv børn í hesum tíðarskeiðinum av tí, at mann ikki hevði nógvar serliga góðar fyribyrgingarmøguleikar. Av tí sama kundi ein kvina sjálvandi ikki arbeiða líka nógv sum ein maður, um hon fekk nógv børn. Tó skumpar Holberg hesa próvførsluna til viks, tá ið hann greiðir frá, at hjá eini kvinnu snýr hendan løtan seg um eini seks vikur um árið, har kvinnan ikki kann arbeiða, men harafturímóti eru tað fleiri menn, ið yvirhøvur ikki arbeiða alt árið runt. Holberg er sakligur í síni próvførslu. Hann leggur ikki á mannin heldur enn á bóltin, men savnar seg um evnið, og heldur seg á tí. Hann sigur seg ongantíð vera heilt vissan í sínum uppáhaldi, men sigur at tað er vert at royna, og hevur tí gott trúvirði í mun til ein, ið hálovar sær sjálvum ferð eftir ferð. Hann er sjálvandi subjektivur, tí allur teksturir er hansara sjón uppá kvinnur og teirra pláss í samfelagnum. Ritgreinin er ætlað lærdum fólki, og hetta sæst kanska serliga væl í LIX talinum, ið er 52. Holberg var eisini ein sera lærdur maður fyri sína tíð, so hann skrivaði ritgreinir sínar hareftir, og onnur lærd fólk lósu tær, so LIX talið hóskar væl til málbólkin. Holberg nýtir mest logos í ritgreinini, har hann grundgevur logiskt og nýtir fleiri dømi og almenna vitan at próvføra. Ritgreinin nýtir ein kenslubornan samskiftishátt. Hetta sæst av tí, at ritgreinin snýr seg um uppfatanina hjá Holberg um kvinnur og samfelagið, hon er ikki kunnandi ella ákallandi sum so. Tað sæst væl, at Holberg var ein av framgongumonnunum í upplýsingartíðini, tí at hann hevur nógv modernað virðir, ið vit enn hava í dag, sum til dømis tað, at kvinnur og menn skulu verða javnstillaði. Hann sær framvið øllum uppáhøldunum, ið so nógv fólk høvdu um kvinnur í 17. øld, og hugsar heldur logiskt og sær tingini, sum tey eru. Hann sær kvinnur sum javnar við menn, og tað var ikki nakað, ið var serliga vanligt fyri hansara tíðarskeið. Hansara hugsanir og sjónarmið uppá lívið og menniskju sum heild gera hann til ein slóbrótara í síni tíð. Í dag hevði hann verðið kallaður ein feministur, hóast hetta sikkurt ikki hevði dámt honum væl, av tí at hann sigur seg ikki vilja heva kvinnum meira rættindi við síni ritgrein. Nógv av tí, ið hann sigur er rætt. Til dømis hevur tað sera nógv at siga fyri samleikan hjá einum persóni, óansæð hvat kyn hann ella hon er, hvussu mann er uppdrigin. Um vit til dømis hyggja at ungum gentum og dreingjum í Pakistan, so síggja vit eitt gott dømi uppá sexismu í uppvøkstrinum, líka frá tá ið tey eru fødd. Um ein drongur verður føddur, verður hann skrivaður á eina langa ættartalvu, og tað er eitt rimmar gildi, men um ein genta verður fødd tekur mann synd í mammuni og sigur einki. Dreingir ganga í skúla sum teir hava hug, og kunnu útbúgva seg sum teir vilja, meðan gentur allarhægst sleppa at ganga í teimum smærru flokkunum, og síðani verða tær sum oftast giftar vekk. Eitt gott dømi er Malala Yousafzai, ið vann Nobels friðarheiðursløn sum 17 ára gomul. Hon er uppvaksin í Pakistan, men pápi hennara hevur altíð verið líka góður móti henni sum hann hevði verið imóti einum soni. Hon varð sum tann fyrsta kvinnan í 200 ár skrivað á ættartalvuna, tá ið hon varð fødd, og pápin hevði eitt stórt ball. Hon slapp at ganga í skúla, og tá ið hon ikki slapp meira, hjálpti pápi hennara henni at sníkja seg í skúla saman við øðrum gentum, ið eisini vóru vorðnar ov gamlar. Hon slapp at lurta meðan pápin og hinir mennirnir í familjuni tosaðu um politikk og onnur samfelagsviðurskifti meðan hon vaks upp. Hennara uppvøkstur, har hon hevur fingið líka nógva virðing frá familju síni sum var hon ein drongur, hevur gjørt hana til eina av teimum fremstu kvinnunum innanfyri bardagan um javnstøðu millum kynini, við serligum atliti til útbúgving. Hugsjónin hjá Holberg er vorðin vanlig í dag, og kvinnur eru á flestu starvsplássum javnsettar við menn, hóast nógvar enn ikki fáa somu løn sum mannfólkini, ið tær arbeiða saman við. Tó er tað einki óvanligt í dag við, at tað eru líka nógvar kvinnur, ella fleiri, á einum starvsplássi sum menn. Mann sær eisini týðiliga eina broyting í miðnámsskúlunum, har tað fyrr vóru flest gentur á málsligu deild og flest dreingir á støddfrøðiligu, meðan kvinnur í dag seta heildardámin á báðum deildunum. Eisini eru nógv lond í dag farin til at deila barnsburðarfaloyvið helvt um helvt millum foreldrini, so í dag eru tað ikki bara mammurnar, ið eru heima hjá børnunum, og tískil setur hetta ikki sama dám á tær á sínum starvsplássi, so trupulleikin, ið Holberg nevnir í samband við tað er als ikki ein trupulleiki longur. Tað er eingin ivi um, at rættindini hjá kvinnum eru nógvar ferðir betri í dag enn tey vóru í upplýsingartíðini tá ið Holberg livdi, men tó deila sera nógv enn í dag hugsjón við hann, og tíverri eisini við tey, ið hann grundgevur ímóti. Tó er mann á veg fram, sjálvt í londum sum til dømis Pakistan, har Malala Yousafzai varð skotin sum 14 ára gomul fyri at fara í skúla og vera ein genta. Javnstøða millum kynini er ein dreymur, ið ikki enn er fullfíggjaður, men hvønn dag er heimurin eitt fet nærri hesum dreymi ella ímyndini, so vit hava eina bjarta framtíð at síggja fram til. Holberg og upplýsing Vantandi javnstøða millum kynini var ein sannroynd í upplýsingartíðini. Hóast mangar stórar broytingar eru framdar síðani, eru nógvir av javnstøðutrupulleikunum, sum upplýsingarfólk kendu til, enn vælkendir millum fólk í nútímans samfelag. Eigur barnsburðarfarloyvið at ávirka arbeiðsmøguleikarnar hjá kvinnuni? Kvinnan er skapað við einum minni vøddamassa enn maðurin, men merkir hetta, at maðurin er betur skikkaður til týdningarmikið arbeiði? Hví er kvinnuáskoðanin soleiðis, sum hon er. Er tað soleiðis, at náttúran ætlaði tað, ella er tað bara hetta, ið vit eru von og uppald við? Ludvig Holberg skrivaði ritroyndina Kvinders Rettigheder, sum útkom í savninum Adskillige store Helte og berømmelige Mænds sammenlignede Historier, sum varð útgivið í 1739. Ritroyndin varð týdd til føroyskt av Jógvani Isaksen, og Rættindini hjá kvinnum kom út í savninum Brá, nr. 8, 1986. Sum heitið á ritroyndini avdúkar, verða rættindi hjá kvinnum viðgjørd í hesi ritroynd hjá Holberg. Hann hugleiðir kvinnuna og eginleikar hennara og setur spurnartekin við, hvørt tað er náttúran ella uppalingin, sum er orsøkin til, at kvinnan hevur tann munandi lítla leiklutin í samfelagnum, sum hon hevur - ella í øllum førum hevði, tá ið henda ritroynd varð skrivað í upplýsingartíðini. Ludvig Holberg (1684-1754) vaks upp í Bergen og flutti í 1702 til Keypmannahavnar at lesa. Har arbeiddi hann sum lærari og professari á universitetinum í fleiri lærugreinum eitt nú gudfrøði, søgu og retorikki. Holberg var ein sera fjølbroyttur høvundur, sum skrivaði m.a. sjónleikir, skaldsøgur og ritverk, og verk hansara eru m.a. kend fyri at vera samfelagsatfinnandi. Ritverk hansara verða mett at vera byrjanin til modernaðar norðurlendskar bókmentir. Franski heimspekingurin Michel de Montaigne brúkti í 1580 fyrstu ferð orðið 'essay'. Føroyska heitið fyri hugtakið er 'ritroynd'. Í einari av sínum ritroyndum greiðir Montaigne frá, at týdningarmesta eyðkennið fyri ritroyndir er, at høvundurin søkir sannleikan. Í eini ritroynd tekur høvundurin lesarin við á eina hugsaða ferð, og tað er júst tað, ið Holberg ger í ritroyndini Rættindini hjá kvinnum. Hann byrjar við at ásanna, at menniskju eru av náttúruni skapað ymisk. Summi hóska seg sum bøndur og onnur sum politikarar. "Fylg tíni náttúru" segði Apollons orakkul við Cicero: "Gævi øll høvdu fylgt hesum boðum, um so var høvdu fá ódugnalig menniskju verið til. " skrivar Holberg í fyrsta broti, har hann vísir á, at tey flestu ikki fylgja hesum guddómligu ráðum, men heldur berjast ímóti við at takast við viðurskifti, ið tey ikki natúrliga eru skapað til. Hann samanber við, at ein skógvur passar pest til ein ávísan fót, og tí skal hann nýtast til júst hendan fótin, og ein hattur passar best til eitt ávíst høvd og hoyrir tí heima á hesum høvdi. "1) at natúran í skapinum hevur skilt konufólk frá mannfólki og við nettum likami og húð og smáum limum hevur kunngjørt tað frálíka hjá hesum seinnu fram um tey fyrru: " (3. brot). Holberg ásannar altso, at náttúran í skapanini av kvinnuni og manninum hevur gjørt mun á kynunum, og at menniskjað hevur tikið hetta til sín og gjøgnum allar tíðir gjørt mun á kynunum. Hann vísir á, at kvinnan er vorðin dømd ónýtilig til týdningarmikið og torført virksemi, og at tað, seta spurnartekin við hetta, er at seta spurnartekin við samtykkið hjá øllum menniskjum gjøgnum allar tíðir. Kynsleiklutirnir hava verið soleiðis nærum altíð, og eru ikki enn broyttir, og hetta, viðurkennir Holberg, prógvar, at leiklutirnir eru rætt býttir. Holberg setur tó spurnartekin við hesa próvgrund, at kvinnan er skapað við smærri og veikari limum, tí so kann mann spyrja seg sjálvan, at um kvinnan veruliga er ov veik til tungt kropsligt arbeiði, so átti tað skynsama at verið, at maðurin røkti tað kropsliga arbeiðið, ímeðan kvinnan hevði til uppgávu at røkja tað arbeiðið, ið bert er treytað av sinninum. Altso átti tað at verið kvinnan, ið sat við skrivaraborðið og brúkti heilan og stýrdi landinum, ímeðan maðurin var úti og røkti tað arbeiðið, sum krevur likamliga megi. (4. brot) "(...) at hon (t.e. náttúran) hevur makað tað so, at tær fyrru, sum bert hava høvd, skulu sita í ráðunum og rættunum, og teir seinnu, sum reypa av sínum sterku ørmum, til at fremja teirra dómar og niðurstøður (...)" Holberg skemtar í hesum broti við tí eyðkenda, einfalda manninum, sum kennir tørvin at vísa og reypa um stóru vøddar sínar og prikar til tað mansdomineraða samfelagið við at siga, at tað átti at verið kvinnan, sum sat í ráðunum og rættunum, av tí at tað er hon, sum hevur høvdið til tað. Eisini ger Holberg vart við tað órættvísið, sum valdar á arbeiðsmarknaðinum, har kvinnan vegna barnsburð nakrar vikur um árið verður mett óskikkað til mannfólkayrki. Um náttúran hevur skapað bæði kyn eins væl fyri sinnisliga, skilur Holberg ikki, hví tann eina helvtin av menniskjum skal útihýsast treytað av føðingini. Hann vísir á, at hann hevur hoyrt frá ferðafólki, at í summum londum fer konan til arbeiðis dagin aftaná føðing, og maðurin legst til songar í hennara stað. Holberg vil tó ikki fara so langt, tí hann metir, at kvinnan tørvar ta tíð, ið tað tekur, at koma fyri seg eftir føðing. Hinvegin sær hann tað ikki sum ein trupulleika, tí hví skal ein dugnalig kvinna dømast ógegnilig á arbeiðsmarknaðinum, einans tí at hon er burtur í seks vikur, tá ið mangur maður eru ógegniligir alt árið. Holberg leggur eisini dent á, at eingin skomm er hjá manninum at taka kvinnunnar stað, um mett verður, at báðar uppgávur á tann hátt verða eins væl framdar. Síðani í ritroyndini kemur hugleiðing um uppaling av manni og kvinnu. Kvinnan verður ofta kritiserað fyri at hava ov veikt lyndi, og Holberg hugleiðir um orsøkina til hetta. Gentan og drongurin fáa frá barnsbeini av prentað í høvdið nakrar sannroyndir - 'soleiðis eru gentur, og soleiðis eru dreingir. Dreingir eru sterkir, gentur eru ofta bangnar, og drongurin er har fyri at verja og bjarga gentuni. ' Men Holberg undrast á, hvussu úrslitið sá út, um kynsleiklutirnir vórðu umbýttir heilt frá barnsbeini av, soleiðis at gentan fekk ta uppalingina, ið dreingir vanliga fáa og umvent. (8. brot) "Her verður spurt, um ein ung genta varð uppald til mannfólkayrki, um henni vórðu latin upp hendur týdningarmikil málsevni, sum bert hon í ríkinum hevði ábyrgdina fyri, um hon varð noydd at standa til svars fyri hvørjum óneyðugum orði, hon talaði, um dirvi varð henni mett sum dygd og ótti sum lýti, um tú ikki í staðin fyri brek og veikleikar hevði funnið nógvar dygdir. " Altso er kvinnan rætt og slætt verri fyri at røkja týdningarmikið virki, ella hevur hon bert fingið hetta at vita, síðani hon var smágenta? Fekk kvinnan møguleikan, hevði hon so vaksið við ábyrgdini? Varð drongurin í staðin uppalin á sama hátt, sum gentur verða, høvdu hansara dygdir so ikki heldur verðið sæddar sum brek og veikleikar? Hevði orðafellið heldur verið: "Tú mást ikki hava ov nógv álit á einum veikum mannfólki!"? Hesir eru spurningar, sum Holberg spyr í ritroynd síni, har hann setur spurnartekin við, hvørt tað er náttúran ella vani og uppaling, sum eiga skuldina í, at kynsleiklutirnir eru, sum teir eru. At enda sigur Holberg, at endamálið við hesi ritroynd var ikki at skaffa kvinnuni nøkur nýggj rættindi, men heldur at vísa á, at tey prógvini, fyri at kvinnan verður útihýst frá øllum týdningarmiklum arbeiði, ikki eru haldgóð. Fatanin av, hvat menniskjað var í heimspekiligari merking, og hvat tað kundi verða til, broyttist í upplýsingartíðini. Nógvir høvundar meintu, at menniskjað var føtt við ymiskum møguleikum og grundleggjandi rættindum. Hóast hugsanir um javnstøðu tóku seg upp í upplýsingartíðini, vóru maður og kvinna langt frá javnsett. Hóast vóru nógvir framfúsir hugsarar á hesum øki, og Holberg var ein teirra. Uttan at krógva tað, undraðist Holberg á, at mann sá útyvir alt tað ónýtta tilfeingið, sum vóru í kvinnuliga partinum av fólkinum, og sum í viðgjørdu ritroyndini omanfyri royndi hann at próvføra fyri, at mann setti í verk kynsjavnstøðu. Hann vildi skumpa óskikkaðar, brennivínstystar menn til síðis og heldur gera pláss fyri dugnaligum kvinnum. Hóast nærum tríhundrað ár eru liðin, síðani ritroyndin Rættindini hjá kvinnum hjá Ludvig Holberg kom út, er evnið enn sera relevant í nútímans samfelagi. Tað er í dag lógarbrot at gera mismun á kynunum, og tað er kempi framstig, samanborið við samfelagið í upplýsingartíðini. Tó eru vit ikki komin á mál, tá ið hesum viðvíkur. Hóast tað er brot á lógina, at gera mismun á kynunum, er hetta ikki nakað, ið steðgar virkjum og fyritøkum í hesum. Trupulleikin um barnsburð, sum Holberg lýsir í ritroynd síni, er enn galdandi í dag. Tað er ein sannroynd, at hevur ein av hvørjum kyni søkt sama arbeiði, verður kvinnan vald frá, um maðurin er eins førur fyri at røkja arbeiðið. Arbeiðsgevarin er skilvísur og hugsar, at hann vil heldur hava mannin, tí vandi er fyri, at kvinnan einaferð fer í barnsburðarfarloyvi, og hetta gongur útyvir arbeiðsplássið. Tí verður maðurin valdur fram um, og hetta er heilt víst ein av orsøkunum til vantandi javnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum. Evnið hevur verið og verður enn nógv umrøtt í almenna kjakinum í nútímans samfelagi. M.a. fyri at fremja javnstøðu millum kynini, hava fleiri av okkara grannalondum ásett pápakvotur. Í Føroyum hevur kjakið tó mest snúð seg um, at familjurnar eiga at hava rætt at velja sjálvar, hvussu tær innrætta seg. Tað vísir seg tó, at tá ið familjurnar velja sjálvar og ikki eru ásettar nakra pápakvotu, er pápin minst møguligt í barnsburðarfarloyvi. Pápin tekur ta tíðina, ið er markað honum - hvørki meira ella minni. Ymiskar orsøkir eru sjálvsagt til hetta, men ein teirra er heilt víst tann, at páparnir standa sterkari mótvegis arbeiðsgevaranum, um teir hava ein lógarfestan rætt til pápafarloyvi, enn um teir í hvørjum einstøkum føri skulu tingast við arbeiðsgevaran um hetta. Mann kann nærum siga, at barnsburðarfarloyvið 'revsar' kvinnuna við at minka um hennara møguleikar á arbeiðsmarknaðinum, ímeðan pápin verður 'revsaður', við at teir pápar, ið velja longri pápafarloyvi enn tað, ið er markað til teirra, verða av arbeiðsgevaranum fataðir sum minni ambitiøsir og ikki verdir at satsa uppá. Erika Hayfield, lærari á Fróðskaparsetrið Føroya, hevur tosað um at býtt barnsburðarfarloyvið javnt millum mammuna og pápan, soleiðis at helvtin av farloyvinum varð markað mammuni og hin helvtin pápanum. Á henda hátt velur familjan sjálv, hvussu hon vil gagnnýta farloyvið. Bæði mamma og pápi hava á henda hátt møguleika og rætt at vera heima hjá barninum í eins langt tíðarskeið. Liggur ikki fyri hjá øðrum av foreldrinum at vera heima hetta markaða tíðarskeiðið, verður eingin tvingaður at vera heima, men tíðarskeiðið fellur heldur burtur. Barnsburðarfarloyvi eigur ikki at ávirka arbeiðsmøguleikarnar hjá kvinnuni og ei heldur hjá manninum. Barnsburðarfarloyvi eigur at vera ein grundleggjandi rættur, sum bæði kynini hava atgongd til. Skal kvinnuáskoðanin broytast, og javnstøðan millum kynini gerast størst møgulig, má okkurt broytast. Hevði endaliga loysnin verið til, var ikki neyðugt at kjakast um hetta evnið, men soleiðis er ikki. Tó er víst, at okkurt má gerast við hugsunarháttin hjá menniskjanum. Fyri at fáa besta úrslitið, má hetta gerast frá barnsbeini av, og hetta var Ludvig Holberg greiður yvir longu í 1700-talinum. Holberg og upplýsing Seint í 1700 talinum aftaná fronsku kollveltingina kyknaður serligar kenslur í fólki kring allan heim. Tann vanligi borgarin var nú farin at hugsa um frælsi, javnrættindi, og brøðralag. Hetta tíðarskeiði kallast fyri upplýsingartíðin, og var tað øvuta av Barokkinum, tí nú var hugsanin í samfelagnum broytt, og øll skuldu hava líka stórar møguleikar fyri at fáa upplýsing og lærdóm óansæð hvørjum parti av samfelagnum tú komst frá. Ein av kendu monnunum frá upplýsingartíðini er Ludvig Holberg, ið livdi frá 1684-1754. Hann er kendur fyri sínar skemtileikir og aðrar tekstir, ið eru samfelagsatfinnandi og oftani eru fyltur við nógvari satiru. Í ritroyndini "Kvinders rettigheder" umrøður hann rættindini hjá kvinnum um tað tíðina, samstundis sum hann skrivar við einum skemtiligum tóna. Ritroyndin var í savninum Adskillige store Helte og berømmelige Mænds sammenlignede Historier, ið kom út í 1739. "Fylg tínari nattúru" tað er í høvuðsheitinum tað, ið Holberg berur førir fram í sínari ritgerð. Hann heldur at menniskja er skapa skilagott, og at ein skal gera tað, ið hann er skaptur til. Tað vísur Holberg m.a. á í setningum " Hvør persónur, hvør lutur má tí nýtast til sítt brúk, tí tað amboð er frægast, sum hóskar til tað ávísa lendið, tann skógvur, sum hóskar til tann ávísa fótin, sum hóskar til tað ávísa høvdið."(linja 9-11, brot 1) Ein skal ikki royna at vera nakað, sum ein ikki er. Øll menniskju eru ikki fødd við eins stórari nøgd av skynsemi, so tað eru ei heldur øll, ið kunni stýra einum samfelag. Øll mugu góðkenna tann tey eru, og hvørjir førleikar ein hevur, og liva eftir teimum førleikum. Tískil helt Holberg, at tað var sera skilagott, at samfelagið frammanundan hevði avgjørt at helvtin av borgarunum, vóru óegnaður til týdningarmikið og hart arbeiði. Tí hví skuldi nattúran annars hava skapt tað eina kynið við einum limi meira enn hitt kyni? Holberg nevnir tríggjar orsøkir til at kvinnur ikki vóru eins fullkønar, sum mannfólkini. Fyrsta orsøkin er, at kvinnur eru skaptar spinklari enn menn. Kvinnurnar vóru eisini tær, ið bóru børn í heimin, og tað gjørdi at tær ikki vóru førar fyri at arbeiða í nakrar víkur í árinum. Haraftrat høvdu kvinnur størri lyndi til at verða óttafullar. Hesar orsøkirnar mótprógvar Holberg við at brúka á argumentir við einum speiskum tóna. T.d. sigur hann at kvinnur hava ein spinklan kropsbygna, soleiðis at tær eru betri til arbeiði, har ein bara skal brúka heilan. Harvið kunnu menninir gera tað harða fysiska arbeiði. Hann leggur aftrat, at sjálvt um summar kvinnur ikki eru arbeiðsførar uml. 6 vikur um árið, so eru tað fleiri menn, ið hvørki eru arbeiðsførir ella dugnaligir nakrantíð í árinum. Tískil er tað nógv betur at verða ein kvinna, ið ikki kann arbeiða 6 vikur um árið enn eitt mannfólk, sum aldrin kann arbeiða.Við atliti til skynsemi og øðrum veikleikum hjá konufólki, sigur Holberg, at tað kemst av uppalingini hjá teimum. Kvinnur blíva uppalarar til at verða kvinnur, men um tær blivu uppalarar til at taka ábyrgd og tílíkt, so høvdu tær sæð líka út sum mannfólkini. Holberg endar sína ritgerð við at tryggja lesaran um, at hann ikki heldur, at konufólk skulu hava nýggj rættindi, tí tær eru føddar við teimum rættindi, sum tær hava. Hann royndir bara at mótprógva nøkur av teimum argumentunum, sum finnast ímóti konufólki í tátíðans samfelag. Holberg fer kritisk ígjøgnum rættindini hjá kvinnum, har hann við satiru vísur á, hvussu veikum grundarlagi argumentaionin uppá samfelagsbygnaðin og støðuna hjá kvinnum var í samfelagnum. Upplýsingartíð var eitt tíðarskeið, sum broytti hugsjónina um konufólk. Høvuðsfólkini innan upplýsingartíðina, t.d. heimspekingar, skald o.s.v, hildu at konufólk høvdu eins góðan kunnleika og førleikar sum mannfólk. Tað var hildið at tann konservativa og siðbundna uppalingin og mangul á útbúgving, sum hevði avmarkað menningina hjá kvinnu, og tað var eisini hildið at verða ein forðing hjá teimum í mun til mannfólk. Hugsjónin um at kvinnur skulu hava rætt til útbúgving spjaðist í samfelagnum, men tað gongur seint fyri seg, og lesi - og skrivuførleikar ímillum kvinnur síggjast bert í teimum høgu stættunum í samfelagnum. Í upplýsingartíðini kjakaðust heimsspekinginar, rithøvundar og vísindafólk m.a. um náttúruna, bygnaðin í samfelagnum og menniskjans lyndi. Hesi fólkini hugsaðu um hvørt einstaka menniskja uttan atlit til yrki ella borgaraskap. Sum áður nevnt var tað sett spurnartekin við samfelagsbygnaðin. T.d. var nógv rumpul um, hví prestarnir og aðalin skuldu hava so nógv vald, og harvið komu eisini nýskapandi og nýmótans hugburðir til sjóndar í samfelagnum. Teir nýskapandi hugburðirnir síggja vit t.d. aftur í tí fronsku kollveltingini. Í sínari ritgerð umrøður Holberg eitt evni, sum tann dag í dag enn finst í dagsins samfelag. Kvinnur hava fingið meira og meira rættindi gjøgnum tíðina, men tær eru enn ikki púra javnsettar við menn. Munurin á kynunum er kanska ei heldur so lættur at leggja merkið til í dagsins samfelag, tí hann ikki er líka stórur sum hann var fyrr í tíðini. T.d. eru tað enn kvinnur, ið ikki fáa eins nógva løn fyri at fremja sama arbeiði, sum ein maður ger. Eisini eru tey flestu fólkini sum sita á stjórasessum mannfólk. Um vit taka aftur í tað sum Holberg nevnir um, at kvinnur føða børnini, og tískil eru minni dugnaligar enn mann, so er tað kanska okkurt um tað. Men tað er tí at fleiri kvinnur velja at arbeiða minni og verða meira saman við familjuni. Í Føroyum hevur kjak verið um man skuldi sett kvotur á, hvussu nógv mannfólk og konufólk kunnu verða á tingi. T.v.s. at kynsbýti skal avgerast við lóg, soleiðis at tað verða eins stórir partur av konufólk og mannfólki, ið avgera, hvussu okkara land skal stýrast. Grundin til hetta er, at so verður javnstøða millum kynini. Hví tað er so týdningarmikið, at tað júst eru eins nógv mannfólk sum konufólk, kann tykjast at verða løgi ella skemtiligt fyri summi fólk. Um ein sær hesa støðuna frá einum sjónarhorni við frælsinum hjá tí einstaka fyri eyga, so kann ein spyrja seg sjálvum, hví tað ikki er líkamikið um tað er eitt konufólk í meiriluta á tingið. Ein kona burði jú verði líka góð, sum eitt mannfólk ella kanska betur á tingið. Hinvegin kann ein maður eisini verða líka klókur og kanska betri at taka avgerðir til ávísar støður. Fer javnstøðan í hesari støðuni at betra um karmarnar í samfelagnum ella er tað "bert" fyri at njóta ágóðan av, at, vit í hesum framkomna landinum, hava møguleikan at miða eftir javnstøðu og føla at hon uppá onkran máta skal "kroystast" innum allar durakarmar í samfelagnum? Men hvar kemur hesin samfelagsbygnaðurin frá? Frá byrjunar tíð hevur maðurin verið tann, ið hevur skaffa føði til familjuna, meðan konan var heima við hús og ansaði børnunum. Lívfrøðiliga eru menn eru sterkari enn kvinnur, so kanska nornirnar í samfelagnum eru nátturskaptir. Fyrr var tað eisini neyðugt við sterkum vøddum, t.d. fyri at klára at veiða djór o.s.v. Men í dag er nógv broytt, ein verður ikki mettur út frá sinum vøddum ella kropsbygnaði, men heldur útfrá hvørjum eginleikar ein hevur. Í dag snýr tað seg um at fáa góðar karekterir í skúlanum, so tú kanst koma inná ein annan skúla at lesa víðari. Tískil er tað ikki neyðugt við stórum vøddum, og tað er heldur ikki neyðugt, at kvinnur ganga heima og ansa børnum, men tær gera tað allíkavæl. Kvinnur og menn hava sínar egnu rollur í samfelagnum, uttan at tær eru alneyðugar. Tískil kann man kjakast um, um samfelagsstrukturin í dag er menniskjaskaptur, tá ið hvør einstaklingur fellur inní sína rollu uttan at tað er neyðugt fyri at yvirliva. Samanumtikið kunnu vit siga, at kvinnurættindi og javnstøðan eru blivin nógv betur enn í upplýsingartíðini, tá ið Holberg livdi. Nú eru mestsum allar kvinnur úti á arbeiðsmarknaðinum, og summar kvinnur sita eisini á stjórasessum, bæði privatum fyritøkum og í tí almenna. Men um vit nakrantíð fáa púrasta javnrættindi í samfelagnum ivist eg eitt sindur í, tí at tað er ringt at bróta frá teimum normum, ið vit hava liva so leingi við. Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum 'Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum' er eitt ævintýr, ið er givið útt í bókini 15 føroysk ævintýr - Einaferð var tað... av Bókadeild Føroya Lærarafelags í 2014. Útgávan av ævintýrinum í hesi bókini er endirsøgd í lættari málbúna av Lydiu Didriksen. Av tí at ævintýrið er sagt frá munni til munn, er óvist hvør er handan søguna. Ævintýrið snýr seg í stuttum um ein son hjá einum fátækum manni. Drongurin er klókur, og fær arbeiði hjá konginum. Konginum dámar væl dreingin, og av tí sama verða nakrir høgir harrar øvundsjúkir, og ynskja hann deyðan. Teir royna ferð eftir ferð at koma honum til lívs, men at enda fær hann bjargað kongsdóttrini, ið er dóttir kongsins, frá einum sjótrølli, og tey liva lukkuligt saman inntil deyða teirra. Tað sæst væl, at hesin teksturin er eitt ævintýr av tí, at innihaldið í søgugongdini er øgiliga vanligt fyri eitt ævintýr. Tann, ið ævintýrið snýr seg um, er fátækur og hevur onkran serstakan eginleika, sum at hann er klókur. Tað er ein kongur, ið hevur eina dóttir, ið er tikin til fanga av einum sjótrølli. Hetta eru øll ting, ið eru vanlig at síggja í ævintýrum, tey snúgva seg aloftast um onkran, ið ikki hoyrir til yvirklassan, men ið verður ein hetja við til dømis at bjarga einari kongsdóttir og harvið fær hetjan kongaríkið og livir lukkuligt til deyða sín. Eisini er ein annar eginleiki í ævintýrinum, ið er eitt serstakt eyðkenni fyri ævintýr, og tað er talið trý. Drongurin í ævintýrinum fer til tríggjar menn í einum húsi í skóginum hvørjuferð hansara lív er í vanda vegna høgu harrarnar, og tann triði gevur honum altíð ráð, ið bjarga lívi hansara. Eisini verður talið trý nevnt, tá ið hann skal bjarga prinsessuni frá sjótrøllinum. Aftur er tað tann triði maðurin, ið gevur honum ráð, og hesuferð sigur hann honum, at tá ið hann fer á havsins botn, har trøllið goymir kongsdóttrina, fer hann at síggja tríggjar gøtu, og hann skal fara eftir miðgøtuni. Eftir hetta fer hann at síggja trý torn, og í miðtorninum skal hann finna kongsdóttrina. Tá ið drongurin finnur miðtornið og kongsdóttrina sigur hon honum, at hann má drepa trøllið, ið svevur, við einum serligum svørði, ið trøllið eigur, men drongurin megnar ikki at lyfta tað. Tá gevur kongsdóttirin honum vætu úr einari krukku, ið gevur honum megi, og tá ið hann hevur drukkið hesa vætuna tríggjar ferðir hevur hann nóg nógva styrki at lyfta svørðið og drepa trøllið. Eitt annað ævintýreyðkenni sæst eisini í bygnaðinum av ævintýrinum, ið er heima - úti - nýtt heim. Drongurin er heima hjá pápa sínum í byrjanini, má út at finna arbeiði, og má gjøgnum fleiri lívshóttandi avbjóðingar, og fær so eitt nýtt heim, nevniliga kongaríkið. Sostatt er eingin ivi í, at hetta er eitt klassiskt ævintýr, tá ið vit síggja næstan allar teir eginleikarnar, ið vanliga eyðkenna ævintýr. Ævintýrið er skrivað í triðja persóni og frásøgufólkið hevur ongan leiklut í søgugongdini, men er alvitandi. Hetta sæst av tí, at frásøgufólkið veit hvørjar tankar og kenslur drongurin hevur. Tað verður fleiri ferðir sagt frá, hvat drongurin hugsar og følir, sum til dømis tá ið hann fer út í skógin til teir tríggjar mennirnar er hann næstan altíð bangin, keddur, hjálparsleysur ella ólukkuligur, og tá ið hann er á veg heim aftur á slottið er hann fegin og jaligur. Søgugongdin fer fram uttanfyri vanligt stað. Vit fáa ongantíð at vita nakað staðarnavn ella annað um umhvørvið og staðið, og av tí, at gandakendar hendingar fara fram sæst, at søgan fer fram í einum øðrum heimi. Heldur ikki er søgan tengd at nøkrum ávísum tíðarskeiði, men er tíðarleys. Í ævintýrinum eru nógvar myndir. Til dømis er skógurin ein mynd fyri styrki og vísdóm. Hvørjuferð drongurin er ivasamur, bangin ella følir seg hjálparsleysan fer hann inn í skógin. Í skóginum finnur hann vónina, ið er ljósið í húsinum hjá teimum trimum monnunum, og teir geva honum ráð og vísdóm. Sostatt er hann altíð sterkari og klókari, tá ið hann kemur út úr skóginum. Eisini verða skógir ofta brúktir sum myndamál fyri eitt friðskjól, har tú kanst goyma teg, um tú hevur brúk fyri hjálp ella tílíkum, júst sum drongurin ger, tí at hann verður hóttur uppá lívið. Tað eru eisini fleiri átrúnaðarligar myndir, sum til dømis vakri fuglurin, ið drongurin skal finna. Fuglar verða ofta nýttir sum ein mynd uppá frælsi og broyting. Í hesum føri kann fuglurin vera ein mynd uppá royndirnar, ið drongurin hevur fyri framman. Fjøðurin er ein ávaring, men Gud hjálpir dreinginum at koma burturúr knípuni, ið hann er í. Drongurin berur fram eina bøn til Gud um, at hann skal senda allar himmalsins fuglar at pikka dýrið, ið drongurin hevur skotið, og soleiðis verður tann vakri fuglurin sendur dreinginum. Eisini verður nevnt, at kongurin gongur í kirkju, og at drongur skal finna og grava upp sjey ertrar áðrenn kongurin er liðugur í kirkjuni. Tað, at tað eru sjey ertrar hevur eisini nakað við átrúnað at gera, tí at sjey verður ofta nevnt talið av fullfíggjan og fullkomleika í einum bíbilskum samanhangi, og tískil verður tað sæð sum eitt heilagt tal. Við teimum átrúnaðarligu myndunum kann mann hugsa sær til, at drongurin verður royndur av Gudi. Hann byrjar við ongum, hann er fátækur og hevur ikki arbeiði. Skjótt fær hann arbeiði hjá konginum, og er væl dámdur. Av tí sama fær hann fíggindar, ið ynskja hann deyðan, og teir royna fýra ferðir at fáa hann avrættaðan. Í skógini finnur hann ljósið, og hann fær tríggjar andaligar vegleiðarar, ið siga, at hann skal biðja til Gud um hjálp, og soleiðis verður hann fleiri ferðir bjargaður. Hesir tríggir mennirnir kunnu virka sum sendiboð Guds, ið skulu vegleiða dreingin á røttu leið. Teir vita ov nógv til at vera tilvildarligir persónar, tí teir vita akkurát hvussu drongurin skal koma til sjótrøllið. Teir hjálpa honum á rætta leið tá ið hann er í vónloysi, og hann endar við at giftast við kongsdóttrini og at eiga kongaríkið. Høvuðspersónurin í ævintýrinum er fátæki drongurin. Hann er ungur og dámligur, hetta sæst av tí, at konginum dámar hann so væl. Hann er klókur, men veit tó ikki hvat hann skal gera, tá ið hann millum annað verður biðin um at finna sjáldsama fuglin. Drongurin byrjar við næstan ongum, og endar við at vera kongur. Drongurin byrjar sostatt við at vera tann klassiska antihetjan í einum ævintýri, men gjøgnum menning sína verður hann hetjan at enda. Aðrir persónar í ævintýrinum eru kongurin, høgu harrarnir, kongsdóttirin og teir tríggir mennirnir. Kongurin er bláoygdur, tí hóast honum dámar væl drongin sigur hann, at hann skal avrættast, um hann ikki megnar at finna fuglarnar, ertrarnar og dóttrina. Hann stólar blint uppá høgu harrarnar, og lurtar als ikki eftir dronginum, tá ið hann roynir at greiða frá støðuni. Teir tríggir mennirnir eru hjálpsamir, vísir og hava samkenslu. Teir taka synd í dronginum og vilja hjálpa honum, og bjarga sostatt lívi hansara fleiri ferðir. Teir eru ikki vanligir persónar, tí teir vita ting, ið onnur ikki vita. Teir høgu harrarnir eru snobbutir og vilja vera teir, ið konginum dámar best. Av hesi orsøk gerast teir sera øvundsjúkir tá ið konginum dámar drongin, ið er fátækur og ungur, betur enn teir. Teir eru mótstøðufólkini í ævintýrinum, og royna beinleiðis at fáa drongin dripnan við at lúgva um hann ferð eftir ferð, men at enda eru tað teir, ið verða dripnir. Kongsdóttirin er vøkur og djørv. Hon greiðir dronginum frá, hvussu tey skulu sleppa frá sjótrøllinum, og hvussu hann kann fáa megi at lyfta svørðið, og at enda verða hon og drongurin gift. Setur mann persónarnar inn í aktantfrymilin, sær tað soleiðis út: Her sæst, at kongurin er gevari. Hann gevur dronginum dóttir sína av tí, at hann bjargar henni. Sostatt er drongurin móttakari og kongsdóttirin objekt. Drongurin er eisini subjekt, tað vil siga tann, ið tað snýr seg um. Teir tríggir mennirnir eru hjálparir, tí teir hjálpa og bjarga honum fleiri ferðir gjøgnum ævintýrið. Høgu harrarnir eru mótstøðan hjá dronginum, tí at teir royna at fáa hann dripnan ferð eftir ferð vegna øvundsjúku. Høvuðstemað í ævintýrinum er øvundsjúka og tað, ið hon førir við sær. Um høgu harrarnir ikki vóru øvundsjúkir inn á drongin, hevði einki ringt hent honum, og hann hevði ikki verið gjøgnum tær royndirnar, ið hann fer gjøgnum í ævintýrinum. Eitt annað tema er átrúnaður, av tí at Gud hjálpir dreinginum við at senda allar fuglarnar úr himlinum og tí at kirkjan og bøn spæla ein leiklut í ævintýrinum. Eisini sæst eitt tema, ið er vanligt í ævintýrum, og tað er mótsetningurin ónt móti góðum. Í hesum ævintýrinum er drongurin og teir tríggir mennirnir tað góða, meðan teir høgu harrarnir og sjótrøllið eru tað ónda. Ævintýrið kann samanberast við nógv onnur ævintýr, av tí at tað inniheldur nógv klassisk ævintýraeyðkenni. Ertrarnar, ið drongurin skal grava upp kunnu til dømis setast í samband við 'Prinsessan á ertrini', ið snýr seg um eina kongsdóttir, ið fær ilt í ryggin av tí, at ein ertur er undir teimum 20 madrassunum, ið hon liggur á, og soleiðis verður prógvað, at hon er ein son prinsessa. Eisini hoyra vit um gandakendar ertrar í søguni um Jack og ertrastelkin, har Jack, ið er ein fátækur drongur, ið býr við mammu síni, fær eina gandaertur ið hann plantar, og hon veksur seg til ein stóran ertrastelk, ið førir hann til ein annan heim. Ævintýrið om drongin kann eisini samanberast við ævintýrið 'Trøllið hjá Pápaleysa', ið eisini snýr seg um ein ungan drong, ið er fátækur og ongan góðan hevur. Hann býr hjá tveimum beiggjum, ið ikki halda nógv um hann. Í hesum ævintýrinum kemur eitt trøll tvær ferðir og bankar uppá hurðina, meðan bert ein av beiggjunum eru heima, og spyr um mat. Tá ið tað hevur etið bukar tað beiggjarnar, men triðja dagin vil Pápaleysi vera heima eftir, og vita um hann klárar at vera mótstøðumaður trøllsins. Tað endar við, at hann megnar at buka trøllið, so tað fer bløðandi avstað. Hann og beiggjarnir fara aftaná tí, og finna eina holu. Beiggjarnir tora ikki at fara niður í hana, men Pápaleysi er djarvur, og fer niður í, og finnur eina kongsdóttir og eina kistu av gulli. Fyrst svíkja beiggjarnir hann, og fara avstað við kistuni og kongsdóttrini, men hann fær hjálp frá trøllinum, og endar við at giftast við kongsdóttrini og at gerast kongur. Her eru nógvir eginleikar, ið líkjast nógv ævintýrinum um drongin, ið bjargar kongsdóttrini frá sjótrøllinum. Í báðum søgum er kongsdóttirin tikin av einum trølli, tann fátæki drongurin, ið er antihetjan í fyrstuni, er tann, ið bjargar henni og gerst kongur, og talið trý sæst eisini í báðum ævintýrum. Høvuðsboðskapurin í ævintýrinum er uttan iva, at øvundsjúka førir bara til ilt. Teir høgu harrarnir vóru væl fyri, men kláraðu ikki tað, at konginum dámdi betur fátæka dreingin enn teir, og royndu tí at fáa hann dripnan við at lúgva um hann ferð eftir ferð. Hetta elvdi at enda einans til teirra pínslu og deyða. Hetta vísir lesaranum, at einki gott kemur burturúr øvundsjúku, og at mann skal vera glaður fyri tað, ið mann hevur. Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum Sera týdningarmikið er at verða glaður fyri tað, ið ein hevur, og aldri skalt tú øvunda næsta tínum. Einki menniskja er fullkomið og øll hava syndað. Vit hava ofta sera lætt við at øvunda familju og vinum og spyrja, hví vit ikki hava hettar og hattar. Í ævintýrinum um drongin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum, øvunda nakrir harrar hjá einum kongi ein drong, ið nærum einki eigur. Ævintýrið er skaldskapur av mannamunni, men Lydia Didriksen hevur síðani endursagt tað í lættari málbúna. Ævintýrið er úr 15 Føroysk ævintýr - einaferð var tað. Í stuttum snýr ævintýrið seg um ein fátækan mann, ið átti ein so gløggan son. Fátæki maðurin hevði ikki nokk av peningi, til at breyðføða familjuni, og tí mátti gløggi sonurin út at fáa sær eitt arbeiði, og tað fekk hann hjá konginum. Skjótt blivu teir høgu harrarnir hjá konginum øvundsjúkir inn á drongin og vildu honum til lívs. Teir lúgva fýra ferðir fyri konginum um, at drongurin kann megna ógjørligar uppgávur, fyri at hann skal doyggja, men hvørja ferð megnar drongurin tað við ráðum frá trimum monnum úr skóginum. Í síðstu uppgávuni finnur drongurin prinsessuna og fær alt ríkið og prinsessuna. Hettar er eitt gandaævintýr. Tað ið eyðkennir gandaævintýrið er t.d. tað, at øll gongdin er skipað rundanum høvuðspersónin, høvuðspersónurin hevur serligar eginleikar, og høvuðspersónurin skal á eina menningarferð, har hann skal vinna ella niðurbróta tað ónda. Í hesum ævintýri, er talan um ein drong, ið er serliga gløggur. Hann má út í ta víðu verð, av tí at tað ikki er nokk av mati heima, og her byrjar menningin hjá dronginum. Síðani verður drongurin sendur á ógjørligar uppgávur, men megnar tó at klára allar, og at enda fær hann prinsessuna og ríkið frá konginum. Tað merkir, at øll gongdin í ævintýrinum er skipað rundanum drongin. Hann mennist frá einum fátækum drongi til ein mann við konu og nógvum børnum, og einum stórum ríkidømi. Eitt annað eyðkenni fyri gandaævintýrið er tað, at onkur er, ið roynir at forða hetjuni í at náa ætlanini, og í hesum førinum eru tað teir høgu harrarnir hjá konginum. Gongdin í søguni er, heima - úti - nýtt heim, og hettar er eyðkent fyri ævintýr. Drongurin er hjá konginum, men noyðist út í skógin fyri at loysa uppgávur, eina fyri og aðra eftir og hann kann ikki koma heim, fyrr enn hann hevur megnað uppgávuna, tí so skal hann doyggja. Til síðst vinnur hann á tí ónda, og fær tí prinsessuna og alt ríkið frá konginum. Tá er hann heima í nýggja heiminum. Hettar er eisini eitt, ið serliga eyðkennir gandaævintýrið. Fara vit longur inn í bygnaðin er aktantfrymilin væleydnaður til greinan av bygnaðinum. Eisini í hesum ævintýrinum hava vit eitt objekt, eitt subjekt, mótstandara, hjálpara, gevara og móttakara. Objektið er prinsessan, ið subjektið, ið er drongurin, skal royna at fáa fatur á. Síðani hava vit mótstøðumenninar, ið eru teir høgu harrarnir hjá kongi. Teir øvunda dronginum og vilja honum til lívs, men drongurin fær tá hjálp frá trimum monnum í skóginum. Gevarin er kongurin. Hann gevur dronginum prinsessuna og ríkið, og tað ger eisini drongin til móttakaran. Aftur her er hettar eitt sermerkt eyðkenni fyri gandaævintýrið, at subjektið vinnur eitt objekt. Subjektið, ella høvuðspersónurin er ein drongur, vit fáa einki navn at vita, men hann er sera gløggur. Í byrjanini av ævintýrinum býr drongurin heima, men pápin var ikki førur fyri at geva honum nokk av føði, og tí mátti hann út at finna sítt egna arbeiði. Hann slapp at arbeiða hjá konginum, og kongurin sær skjótt, hvussu klókur hesin drongurin er, og tað gerast teir høgu harrarnir øvundsjúkir um. Teir siga ymiskt við kongin um, hvat drongurin sigur seg kunna, og hettar hevur við sær, at drongurin má út at klára ymiskar ógjørligar uppgávur. Drongurin megnar hvørja ferð at útinna uppgávurnar, og hettar vísir, at drongurin mennist ígjøgnum ævintýrið. Í endanum fær drongurin prinsessuna og ríkið hjá konginum, av tí at hann megnaði at bjarga prinsessuni. Í byrjanini er drongurin ein "antihetja", men í endanum verður hann hetjan. Eitt myndamál í ævintýrinum er skógurin og húsið, ið drongurin finnur. Drongurin verður sendur út at finna ein fugl, ið eigur eina fjøður. Hann veit sær eingin ráð og fer tí út í skógin at leita. Sum vit vita, er ein skógur sera stórur, og vanliga er alt eins, alla staðni eru bert trø, gras og tílíkt, men til alla lukku megnar drongurin at finna eitt hús inni í skóginum. Skógurin kann vera ein mynd uppá lívið hjá dronginum. Hann má út í skógin fyri at finna seg sjálvan ella finna út av, hvør hann skal verða. Tá hann so finnur tað lítla húsið í tí stóra skóginum, er tað myndin uppá, at hann hevur funnið út av, hvat hann skal. Eisini brennir eitt ljós inni í húsinum, og tað er ofta eitt tekin uppá lív og vón. Fyrsta uppgávan, ið drongurin skal klára, er at finna ein fugl og næsta uppgávan er at finna makan hjá júst tí fuglinum. Hesir fuglarnir kunnu eisini lýsa framtíðina hjá dronginum. Hann fer út í skógin og finnur vónina, tá hann finnur húsið, og eftir tað finnur hann fuglin, ið kann ímynda hann sjálvan. Síðani skal hann út at finna makan hjá fuglinum, ið kann ímynda at vera makin hjá honum. Í endanum á ævintýrinum finnur drongurin prinsessuna(makan), og hann hevur eisini funnið seg sjálvan. Hann var fátækur, men endaði við at eiga alt ríkið hjá konginum, tá hann doyði. Høgu harrarnir kunnu ímynda fólkið. Tað kann skjótt sigast at hettar er eitt ævintýr, tí at sera nógv ævintýraeyðkennir eru at síggja allan vegin ígjøgnum. Tað fyrsta eru støðini, hendingarnar fara fram í. Aloftast fyrigongur ævintýrið seg á einum kongsgarði, í einum skógi og hjá einum yvirnatúrligum skapningi, og tað eru eisini støðini, vit síggja í hesum ævintýri. Aloftast eru tølini sjey og trý at síggja, og tað eru tey eisini í hesum ævintýri. Í húsinum í skóginum møtir drongurin trimum monnum, hann kemur fram við trimum gøtum og trimum tornum, og ikki fyrr hann hevur drukkið tríggjar ferðir úr krukkuni, megnar hann at drepa trøllið. Í kirkjugarðinum skulu sjey ertnatunnur verða sáddar. Høvuðspersónurin skal altíð gera ymsar ógjørligar uppgávur, men megnar tað altíð við eitt sindur av hjálp, og soleiðis er eisini í hesum førinum. Í endanum á ævintýrinum, gerst antihetjan, drongurin, ein hetja. Drongurin bjargar prinsessuni og livir lukkuliga alla ævi sína. Hettar er eisini serkent í ævintýrum. Hettar ævintýrið kann samanberast við ævintýrið, ið eitur "Trødlið hjá Pápaleysa". Trødlið hjá Pápaleysa snýr seg um tveir dreingi, ið taka til sín ein drong, ið eingi foreldur hevur, ið verður nevndur Pápaleysi. Stutt snýr ævintýrið seg um eitt trøll, ið kemur og etur allan matin, teir eldru brøðurnir royna hvør sær at sita eftir heima og ansa eftir húsinum, men báðar ferðir klárar trøllið at koma inn og eta matin hjá teimum. Triðju ferð vil Pápaleysi verða eftir heima og hann megnar at styggja trøllið burtur. Síðani vilja brøðurnir vita, um trøllið eigur nakran ríkdóm, og tí fara teir at leita í holuni hjá trøllinum. Har finnur drongurin eina prinsessu og eina kistu fulla av gulli. Pápaleysi bindur kistuna og prinsessuna í eitt band, so at tey verða tikin upp úr holuni, men teir koyra ikki bandið oman aftur til Pápaleysa. Trøllið hjálpir Pápaleysa upp aftur, og tá hann kemur til kongsgarðin, fær hann prinsessuna og kistuna aftur, og tá kongurin doyði, gjørdist hann kongur. Sera nógv ævintýraeyðkennir eru tey somu í hesum ævintýri sum í ævintýrinum um drongin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum. T.d. kemur trý talið eisini fyri fleiri ferðir, drongurin vinnur á trøllinum áðrenn hann fær kongsdóttrina, og tað eru nakrir persónar, ið áttu at verið honum nær, ið svíkja hann. Tá Pápaleysi hevur verið í holuni, og brøðurnir hava fingið peningin og kongsdóttrina, vilja teir ikki hjálpa Pápaleysa upp aftur, og tað er júst sum hjá gløgga dronginum, ið stríðist ímóti teimum høgu harrunum. Temaði í ævintýrinum er tað, at tað góða aloftast vinnur á tí ringa. Tað hevur ikki so nógv at siga, hvør tú ert, um tú ert fátækur ella ríkur, um tit eru ein ella fleiri. Tey fátæku enda aloftast við, at vinna kærleika og lukku, og oftani fáa tey ríku ikki so mikið sum kærleika, av tí at tey elska peningin so nógv. Ein kann ikki keypa kærleika fyri pening. Um tú stendur sjálvur ímóti fleiri, hevur tað ei heldur nakað at siga, tí í síðsta enda vinnur tann einstaki aloftast. Hettar ævintýrið vísir á, at tað ongantíð loysir seg at øvunda øðrum. Menniskja vil altíð øvunda næsta sínum, av tí at vit altíð vilja hava tað besta, og vit vilja vera betur enn onnur, men "grasið er ongantíð grønari hjá grannanum", altso í síðsta enda hava allar mínar ognir líka stóran týdning sum tínar ognir. Tað veldst um at síggja alt við positivum eygum. Vit gloyma ofta at seta prís uppá tað ið vit eiga. Tú skalt verða glaður fyri tað, ið tú eigur, og seta prís á tað. Tá skal ogn tín gerast tann dýrabarasta. Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum Ævintýr er skaldskapur av manna munni, og tey vórðu borin víðari frá ætt til ætt. Í fyrstuni vóru ævintýr serliga at finna í lægra stættinum, har tey søgdu søgur fyri hvørjum øðrum, ímeðan tey arbeiddu inni. Tí finnast ævintýrini oftast eisini at teimum úr hægra stættinum, ið verða lýst sum órættvís, óklók og sum snýtarar. Ævintýr vórðu ikki skrivaði niður fyrr enn seinni, tá eitt nú Jakob Jakobsen ferðaðist runt og skrivaðu tey niður. Tí eru tey ivaleyst broytt eitt sindur, serliga tí frásøgufólkið ofta hevði lyndi til at gera ævintýrið til sítt egna fyri at gera tað áhugavert og fyri at hugkveikja. Tí vita vit heldur ikki, hvør upprunaliga hevur sagt frá ævintýrunum. Ævintýr eru ein týdningarmikil partur av søguni og siga okkum um hugburðin hjá teimum ymisku fólkunum í bóndasamfelagnum. Ævintýrið "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" er úr "Føroysk Ævintýr" og er endurskrivað av Lydiu Didriksen. Málburðurin er broyttur, soleiðis at hann ikki er so torskildur. Høvuðspersónurin er ein drongur, ið kemur úr trongum livikorum. Pápin er fátækur, men drongurin hevur tann fyrimunin, at hann er sera klókur. Tí fær hann eisini ognað sær eitt starv hjá konginum og klárar at vinna álitið hjá honum. Hansara klókskapur hjálpir honum á summum økjum, men orsakað av, at hann er sera heppin, sleppur hann eisini undan mongum trupulleikum. Hann møtir trimum monnum, ið hjálpa honum og geva honum góð ráð. Hetta ævintýrið hevur tann sera vanliga bygnaðin; heima, úti, heima. Drongurin býr fyrst heima hjá pápa sínum, ið ikki hevur ráð til at breyðføða sonin. Tí sendir hann drongin út at finna sær eitt arbeiði. Drongurin leitar og kemur so fram á kongsslottið. Her er hann úti og skal royna seg. Hann skal klára tríggjar royndir, og síðani eina stóra, áðrenn hann finnur sær eitt nýtt og betri heim. Drongurin, ella subjektið, vinnur objektið, ið er kongadóttirin og slottið. Hjálparar eru teir tríggir menninir, ið búgva í skóginum. Teir hjálpa dronginum, tá mótstøðumenninir, teir ríku harrarnir, hava fingið drongin í trupulleikar. Tó er hansara egna dirvi og klókskapur eisini ein hjálp. Kongurin er so gevarin, ið lønir dronginum fyri sítt stríð. Tí er drongurin eisini móttakari. Hetta verður eisini kallað aktantfrymilin, ið sær soleiðis út: Kongurin Kongadóttirin Drongurin Tríggir menninir Drongurin Høgu harrarnir Ævintýrið kemur undir bólkin gandaævintýr. Hetta síggja vit, tá drongurin fer úr fátækum heimi og klárar seg við at nýta klókskap og dirvi. Hann fer ígjøgnum eina menning, sum hann verður sendur út í heimin og skal klára ymiskar royndir við hjálp frá øðrum. Drongurin er miðdepil í søguni, og at enda ognar hann sær eydnuna. Tær følsku hetjurnar í ævintýrinum eru teir ríku harrarnir, ið øvunda dronginum og vilja honum til lívs. Vit lesa eisini um eitt yvirnatúrligt sjótrøll, ið eisini er við til at seta ævintýrið í henda bólkin. Temu í ævintýrinum eru eydna, búning, lívsroyndir og vónir. Drongurin leitar eftir eydnuna, sum hann fer frá sínum vanliga heimi. Hann hevur vónir um eina betri framtíð, og fær samstundis nýggjar lívsroyndir. Sum hann skal standa á egnum beinum, búnast hann eisini og gerst vaksin. Nógv ævintýraeyðkenni síggjast í hesum ævintýrinum. Høvuðspersónurin kemur úr einum fátækum heimi og skal út í heimin at klára seg. Hann endar so í kongshúsinum og skal arbeiða fyri kongin. Drongurin er álítandi, klókur og hevnir seg ikki. Hann hevur bert góðar eginleikar, og við hepni klárar hann seg. Eingin tíð ella nøvn eru í ævintýrinum, og vit hoyra bert um fáar persónar, og hesir verða lýstir útfrá typum. Ein kongur, kongsdóttir og eitt trøll eru eisini við, og sum í so mongum ævintýrum verður høvuðspersónurin eisini royndur fleiri ferðir. Hann fær hjálp frá trimum monnum, ið geva honum ráð, so hann kann klára royndirnar, ið teir ríku harrarnir seta fyri honum. Teir ríku harrarnir eru sjálvsøknir, snýta og øvunda. Teir hava bert ringar eginleikar og eru eisini mótsetningar til drongin. Talið trý kemur eisini fyri, tá drongurin verður royndur. Hann skal ígjøgnum tríggjar royndir, áðrenn hann skal út at bjarga kongsdóttrini, og hann fær hjálp frá trimum monnum úr skóginum. Hann skal ikki ígjøgnum eina vanliga roynd, men eina sera vandamikla roynd ímóti einum sjótrølli. Ævintýrið endar eisini sum ævintýr vanliga gera. Teir høgu og óndu harrarnir verða revsaðir, ímeðan drongurin fær kongsdóttrina og arvar ríkið eftir kongin. Hann fær nógv børn og livir eydnusamt. Vit síggja nógv myndamál í ævintýrinum. Spurningurin er so, um skógurin, høgu harrarnir og teir tríggir menninir eru veruligir persónar, ella ímynda nakað sálarligt. Vert er at nevna psykoanalysuna, ið Freud arbeiddi við. Hann helt, at ævintýr kundu vísa á nakað áhugavert í sinninum á menniskjum. Teir høgu harrarnir kunnu vera tankar, ið royna at niðurbróta og leggja forðingar. Teir taka tað vakra, fuglafjøðurin, og gera tað til nakað ringt. Skógurin kann tí vera sinnið hjá dronginum, og í har koma eisini góð hugskot. Har fær hann ráð til at klára royndirnar, ið kongurin setur. Kongurin kann so vera ein arbeiðsgevari ella bert krøv, ið verða sett til drongin. Vit síggja tráanina eftir tí materiella og at gerast høgur í metum. Hetta sæst serliga í endanum á ævintýrinum. Kongadóttirin kann vera ein verulig kvinna, ið hann vinnur sær. Hon kann eisini vera lønin fyri hansara stríð, klókskap og eydnu, og kundi eisini væl verið ein kvinna, ið drongurin sær sum hægri enn allar hinar. Ferðin til at fáa hana er torfør, og hann skal vinna á einum sjótrølli, ið hevur fangað hana áðrenn. Sjótrøllið kann vera ein annar maður, men verður lýstur sum eitt sjótrøll, tí hann er ein, ið drongurin sær sum vandamiklan og sum mótstøðu. Hinar royndirnar kunnu vera ymiskar aðrar royndir, ið drongurin skal ígjøgnum. Tað kunnu vera bæði sálarligar ella aðrar lívsroyndir. Tí er eisini lættari at seta ævintýrið í samband við eins egna lív. Tað ber eisini til at tulka ævintýrið á tann hátt, at teir høgu harrarnir eru veruligir persónar, ið øvunda dronginum, tí hann klárar seg væl. Tí vilja teir oyðileggja hansara samband við kongin, ið kann vera ein arbeiðsgevari ella valdspersónur. Skógurin kann vera tað dulda, og har fáa teir høgu harrarnir hugskotið at snýta. Tað er eisini her, at drongurin fær hjálp frá teimum trimum monnunum, ið geva honum góð ráð, uttan at nakar veit av hesum. Fuglafjøðurin er so nakað vakurt, ið teir høgu harrarnir royna at umbroyta til nakað ljótt og ónt. Royndirnar eru so veruligar royndir, ið drongurin skal ígjøgnum fyri at búnast. Báðar tulkingarnar kunnu vísa á, at drongurin gerst vaksin. Fyrra tulkingin vísir á, hvussu tannárini kunnu tykjast sinnisliga ørkymlandi. Hann skal ígjøgnum eina menning við at verða royndur og klára royndirnar. Tá hann so hevur klárað hesar tríggjar búningar-royndirnar, skal hann vísa, at hann hevur dirvi at bjarga kongsdóttrini, um hann skal fáa hana sum konu. Seinna tulkingin vísir á uttara trupulleikar, ið koma tá ein gerst eldri og fær nýggjar uppgávur og avbjóðingar. Eisini her búnast hann og gerst til reiðar at vinna sær eydnuna í lívinum, ið sambært ævintýrinum er at giftast og fáa børn. Ríkidømið, ið hann fær, noyðist ikki at vera nógvur peningur. Tað kann eisini vísa á, hvussu dýrabart tað er at hava funnið ein maka og fingið børn - virðið í at stovna eina familju. Teir høgu harrarnir royna at snýta drongin, men til fánýtis. Hetta vísir eisini á, at tað ikki lønir seg at vera óerligur, ið eisini er boðskapurin í ævintýrinum. Tað gekst teimum sera illa, tí teir øvundaðu og vóru ónøgdir við ikki at vera hægstir í metum hjá konginum. Tað verður lagdur dentur á, at tað lønar seg at vera rættvísur og klókur, men at tað eisini ber til at koma úr ringum korum og arbeiða seg uppeftir við eitt sindur av hepni. Hetta var óivað ynskihugsanin hjá arbeiðsfólkunum, tá tey søgdu frá hesum ævintýri. Tað vóru ikki serliga stór líkindi fyri, at nakar skuldi klára at fara úr sínum stætti og upp í ein hægri. Tað er ein vón í hesum ævintýri, og í byrjanini kundi tað tykjast sera svárt hjá dronginum. Pápin hevði ikki nokk av mati til at breyðføða sonin, og tí mátti hann út í tann vandamikla heimin. Drongurin fekk eitt starv, men var illa dámdur av summum og var royndur á ymsan hátt. Til tíðir gjørdist hann ráðaleysur og leitaði sær hjálp frá øðrum. Men tí hann var rættvísur, gekk tað hóast alt. Hetta er óivað ein sera bjartskygd og vónrík søga at hoyra, um ein er í torførum tíðum og livir undir trongum korum. Menningin, ið høvuðspersónurin skal ígjøgnum, kann vísa á vanligu menningina, øll menniskju skulu ígjøgnum. Trupulleikarnir eru ikki serliga ítøkiligir og vísa á persónligar kreppur í lívinum ella stórar lívsbroytingar. Hetta lesa vit eitt nú, tá drongurin skal fara frá sínum vanliga heimi. Hetta er ein broyting, ið flestu skulu ígjøgnum fyrr ella seinni. Hon vísir, hvussu man verður royndur á ymsan hátt, tá man fer frá tí kenda, og hvussu man kann koma fram á bæði hjálpandi og óalítandi persónar. Sjótrøllið vísir eisini á, hvussu royndir kunnu tykjast ógjørligar, men um ein klárar tær, so er man umbroyttur og er komin fram á nakað betur enn áðrenn. Tað áhugaverda er, at nógv ævintýr minna um hvørt annað, eisini ævintýr úr ymiskum londum, tó við sínum serstøku eyðkennum. Eitt ævintýr, ið minnir nógv um hetta, er "Trødlið hjá pápaleysa". Í báðum ævintýrunum er tann veruliga hetjan ein, ið eingin hevði væntað nakað av. Tað er tann fátæki drongurin og pápaleysi, ið eru veruligu hetjurnar. Teir koma báðir úr trongum korum, men hava dirvi, ið ger, at teir eru øðrvísi enn hinir. Báðir tora væl og verða næstan snýttir. Tá teir hava bjargað kongsdóttrini, vilja menninir ikki lova teimum upp aftur. Tað eydnast teimum tó, og teir fáa kongsdóttrina til konu og gerast kongar. Menninir, ið royndu at snýta, sluppu ikki órevsaðir. Eisini í dag kunnu vit læra nakað av hesum ævintýri, tí eingin sleppur undan búningini, ið er neyðug og royndunum, ið fylgja við. Ævintýr kunnu ofta tykjast at vera til børn, men í fyrstuni vóru tey ætlaði øllum. Tey eru enn sera viðkomandi hjá vaksnum, hóast børn eisini dáma at hoyra tey. Fatanin verður ofta á hvør sínum støði, har børn síggja ævintýr sum eina hetjusøgu, ímeðan tey vaksnu síggja, hvussu øll verða roynd á onkran hátt, og hvussu ein kann búnast og læra av truplum umstøðum. Ævintýrini kunnu læra okkum meira um okkum menniskju sum heild, og eru tí enn sera áhugaverd. Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum Føroyar er eitt serstakt land á nógvar ymsar hættir. At brimbarda oyggjalandið er plaserað úti á atlantshavinum langt frá øðrum landi ger sítt til, at viðurskiftini o.a. verða øðrvísi hjá føroyingum. Ein tann mest umtalaði trupulleikin er ungdómurin, ið flytur niður fyri at nema sær útbúgving. Farið verður frá tryggu karmunum heima hjá familjuni til eitt fremmant stórbýarlív, har alskyns fólk tuska aftur og fram javnt og samt. Tá ið ein er útbúgvin verður ein møguliga verandi á flatlondum ella verður flogið heim aftur á klettarnar, har tilveran verður nýtt við teimum nærmastu. Í fólkaævintýrinum Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum, er drongurin noyddur til at fara ígjøgnum eina tílíka menningarferð, ið kann vera ómetaliga torfør fyri tann einstaka - eins sum í veruleikanum. Ævintýrið er úr 15 Føroysk ævintýr - Einaferð var tað..., ið varð givin út í 2014. Lydia Didriksen endursegði júst hetta fólkaævintýrið í lættari málbúna. Til ber at býta gongdina í ævintýrinum sundur í tríggjar partar. Høvuðspersónurin byrjar við at vera heima hjá pápanum, men av tí at pápin ikki megnar at breyðføða honum, verður hann noyddur til at fara heimanífrá og klára seg sjálvan. Hann kemur til kongsgarðin, har kongurin býr. Høgu harrarnir verða øvundsjúkir inn á drongin, tí at kongurin setur hann framum teir, og tí ynskja teir at drepa hann. Teir finna uppá ymsar lygnir um drongin, og hvørja ferð ein nýggj lygn verður uppfunnin, skal drongurin vísa sítt virði fyri konginum ella missir hann lívið. Tá er hann "úti" og her hoyra vit millum annað um, at hann er í einum skógi, har hann fær hjálp frá trimum monnum. Samstundis verður sagt frá um avbjóðingarnar, ið hann stríðist fyri at vinna á. Hann er í tí aldrinum, har hann ger seg leysan av pápanum. Meðan hann roynir at skapa sær eina betri tilveru, fer hann gjøgnum eina menning, og í tilgongdini loysir hann tær fýra royndirnar. Hetta megnar hann, so menningin er so at siga væleydnað. Síðani kemur hann heim, og hetta heimið er á einum hægri stigi enn áður. Hann hevur fingið prinsessuna og kongaríkið, ið vil siga, at samstundis sum hann er vorðin búgvin, hevur hann funnið eydnuna og er komin væl fyri í lívinum. Á hendan hátt verður drongurin fluttur frá einum lágum samfelagsstigi til eitt hægri orsakað av hansara góðu eginleikum, og tað sigur okkum beinanvegin, at her er talan um eitt sokallað gandaævintýr, ið eru menningarsøgur. Ævintýr um allan heim hava sama grundbygnað. Tá ið ein ynskir at útgreina sambandið millum persónar ella verur av ymiskum slagi, kann tað vera hent at nýta aktantfrymilin, ið franski málfrøðingurin A. J. Greimas gjørdi. Ætlanin hjá subjektinum, ið er drongurin, er, at hann vinnur objektið, ið er prinsessan og ríkið. Subjektið ætlar sær sjálvum objektið, og tí er drongurin bæði subjekt og móttakarin. Hann endar jú við at fáa prinsessuna og kongaríkið. Men í gongdini fram ímóti sínum máli er drongurin noyddur til at vinna á hesum fýra royndunum. Tað eru høgu harrarnir, ið eru so øvundsjúkir, at teir vilja dronginum til lívs og finna tískil upp á nakað ósatt um drongin og siga tað við kongin. Kongurin trýr á høgu harrarnar og sigur, at um drongurin ikki klárar tað ymsa, ið hann sambært teimum høgu harrunum klárar, doyr hann. Tískil eru teir høgu harrarnir mótstandararnir hjá dronginum. Hjálpararnir hjá dronginum eru teir tríggir mennirnir, ið hann møtir inni í einum húsi í skóginum. Av tí at hetta er eitt myndamál fyri hansara dugnaskap, sum eg eisini seinni fari at koma inn á, er tað á ein hátt hann sjálvur, ið hjálpir sær sjálvum. Hann megnar sostatt sjálvur at finna útav, hvussu hann skal vinna á ymsu forðingunum. Hjálpin kemur innanífrá. Men ein annar hjálpari er eisini Gud. Hann biður eitt nú Gud lata allar himmalsins fuglar koma og pikka eitt djór, ið hann hevur skotið, og á hendan hátt finnur hann hin vakra fuglin. Harvið er Gud ein sera stórur partur av ævintýrinum. Gevarin er kongurin. Dótturin hevur verið horvin leingi, og eingin veit, hvar hon er stødd. Tá ið drongurin finnur hana og bjargar henni frá sjótrøllinum, gevur kongurin honum dóttrina, og hann fær eisini kongaríkið, tá ið kongurin letur lív. Kongurin er tann, sum í byrjanini eigur objektið, prinsessuna og ríkið, og sum hevur myndugleikan at seta treytirnar fyri at flyta tað til móttakarn - tískil er hann gevarin í ævintýrinum. Nógv ævintýraeyðkenni eru at finna í ævintýrinum. Tá ið drongurin er í gongd við fyrstu royndina fer hann inn í skógin, har hann finnur eitt hús. Í hesum húsinum koma tríggir menn inn og seta seg at eta. Hetta er fyrstu ferð vit hoyra um trý talið, men tað verður ofta nevnt afturat. Eitt hús og skógar verða eisini manga nýttir í ævintýrahøpi. Á sama hátt er sjey-talið eisini eitt vælkent ævintýraeyðkenni. Í triðju royndini verða sjey ertratunnur sáddar í kirkjugarðinum, og hann skal taka hvørja ertur uppaftur, áðrenn kongurin er liðugur í kirkju sunnumorgunin.. Hann skal vinna á fýra forðingum, ið kann tykjast rættiliga løgið, at júst hetta talið verður nýtt. Tað kann vera, at tríggjar tær fyrstu royndirnar eru royndir, har hann skal prógva fyri konginum, og samstundis eisini høgu harrunum, at tað ikki er nøkur lygn, at hann er dugnaligur. Men tað, ið veruliga er galdandi er fjórða lygnin, har hann skal royna at fáa horvnu kongsdóttrina aftur. Sostatt hevur hann longu prógvað sítt virði í áðurnevndu trimum royndunum. Tá ið hann er í ferð við at bjarga kongsdóttrini fer hann niður í havið og kemur til tríggjar gøtur, har hann velir miðgøtuna. Síðani kemur hann til trý torn, har kongsdótturin er í miðtorninum. Her er vert at leggja merki til, at nógvur dentur verður lagdur á, at hann velir miðgøtuna og fer inn í miðtornið. Hetta kann sipa til hugtakið, sum á donskum verður kallað fyri "Den gyldne mellemvej". Aristoteles evnaði til hugsanina um dygdirnar, á donskum dyderne, ið inniber, at ein skal velja eitt millumting millum ov lítið og ov nógv. Fyri betur at skilja hetta, so kann eg nevna eitt dømi, har fólk mangan taka til, at tú skalt ikki vera smæðin, men heldur ikki ov framligur. Best er at vera eitt millumting, sum Aristoteles segði. Eitt annað ævintýraeyðkenni er, at hann skal fáa kongsdóttrina frá tí ljótasta sjótrøllinum. Trøllið er ein yvirnatúrlig vera, men í hesum ævintýrinum liggur trøllið bara og svevur, so tað er á ein hátt ikki ein veruligur mótstandari hjá dronginum. Hann drekkur av einum drykki tríggjar ferðir, so at hann verður sterkur, og hetta verður eisini sæð sum nakað yvirnatúrligt. Av tí at drongurin klárar at fáa kongsdóttrina heim til kongin aftur, verða tey gift, og tey liva lukkuligt saman í allar ævir, ið er eitt tað eyðkendasta eyðkennið í ævintýrum sum heild. Nógvur dentur verður eisini lagdur á mótsetningarnar. Drongurin er sera fátækur, meðan hinir persónarnir, ið verða umtalaðir, eru ríkir. Tað vil siga, at nógvur stættarmunur er. Drongurin er góður, meðan teir høgu harrarnir eru óndir og vilja honum alt tað versta. Samstundis síggja vit, hvussu lýsingarorðini í heila tikið verða nýtt. Drongurin skal skjóta tann vakra fuglin í fyrstu royndini, og hareftir skal hann vinna á tí ringasta sjótrøllinum, sum eisini verður nevnt sum eitt ljótt sjótrøll. Tað er týdningarmikið, at lesararnir síggja, hvussu ónt sjótrøllið og høgu harrarnir eru í mun til fitta drongin, ið góðtrúgvin er. Soleiðis hava lýsingarorðini við sær, at tað verður lættari hjá einum at finna útav, hvat veruligu mótsetningarnir eru. Ævintýrið er ríkt av myndamálið, ið fjalir seg millum allar linjurnar. Vit fáa í byrjanini at vita, at hann fer inn í ein skóg, har lítla húsið er. Skógurin kann tulkast sum undirvitska hansara. Tað, at hann fær hjálp frá trimum monnum merkir, at hann ótilvitaður finnur útav loysnunum, so at hann megnar at vinna á avbjóðingunum. Hann er so klókur og vísur, at hjálpin kemur innanífrá. Sostatt eru teir tríggir mennirnir ein partur av honum. Tær tríggjar fyrstu royndirnar, ið drongurin fer ígjøgnum, eru eisini eitt dømi á myndamál í ævintýrinum. Hann skal finna ein vakran fugl, ið hevur ein so sjáldsama vakran fjøður. Hetta kann setast í samband við vælkendu menningina frá at vera ungur til at gerast vaksin, sum oftast er at finna í ævintýrum. Menningin verður ofta nevnd metamorfosa, sum sipar til menningina frá larvu til summarfugl. Á útlendskum nevnir ein hetta fyri "metamorfosa". Tann vakri fjøðurin kann í yvirførdum týdningi tulkast sum summarfuglurin - also at drongurin er vorðin vaksin. Í næstu royndini skal hann finna makan til vakra fuglin, og hetta kann merkja, at hann skal finna ein maka til sín sjálvs, sum hann megnar at enda í ævintýrinum. Í triðju royndini skal hann klára at taka allar ertrarnar, ið eru sáddar, upp aftur, áðrenn kongurin er liðugur í kirkju. Hetta merkir, at hann skal breyðføða sína familju. At enda hevur hann megnað at funnið sín maka, klárað at breyðaføða familju sína og er samstundis vorðin ein búgvin maður. Gud verður ofta nevndur í ævintýrinum. Kongurin fer í kirkju, og hann skal eitt nú biðja Gud lata allar himmalsins fuglar koma og pikka dýrið, ið hann skotið hevur. Hann drepur djórið, og fuglarnir fáa at eta. Men tá ið hann skal heinta allar ertrarnar, ið er fullkomiliga ómøguligt, koma fuglarnir aftur og hjálpa honum afturfyri, at hann hjálpti teimum. Í fjórðu royndini skal hann ikki stýra skipinum, men bara lata tað reka í vindinum inntil tað liggur stilt av sær sjálvum. Her er tað Gud, ið stýrir skipinum, og hann letur tað á ein hátt vera upp til hann. Hann hevur ikki kontrol á tí - tað er nakað annað, ið hjálpir honum. Høgu harrarnir vilja eisini fara avstað, meðan drongurin er í vatninum, men brádliga vil skipið ikki avstað. Hetta undirstrikar tí moraluna í ævintýrinum - nevniliga at drongurin hevur prógvað sítt virði, er vorðin vaksin og hevur uppiborið at sleppa heim við skipinum og fáa kongsdóttrina. Samstundis er boðskapurin í ævintýrinum eisini, at Gud hjálpir. Drongurin hevur ikki kontrol á nøkrum, men tað er Gud, ið hjálpir honum. Man skal lata alt upp í Guds hendur. Við støði í ævintýraeyðkennunum kann Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur samanberast við Trødlið hjá pápaleysa. Snýr seg um ein drong, ið ongan pápa hevur, og tí høvdu tveir brøður valt at taka sær av honum. Tað vil siga, at teir eru tríggir brøður, ið berjast ímóti einum trølli. Tað er yngsti sonurin, pápaleysi, ið megnar at vinna á trøllinum. Her síggja vit aftur, at tað er tann, ið hevur tað verst, ið vinnur á avbjóðingunum. Trøllið kemur tríggjar ferðir til húsið og bankar tríggjar ferðir upp á dyrnar. Leiklutirnir í baumeiklutirnir r vinnur aað hevur tað ringast, ið vinnur skal vera rætt. irning, og hetta sipar, sum sagt, til dydarnir háðum ævintýrunum eru eisini teir somu. Ein hetja, prinsessa, trøll, vinningur o.s.fr. Mótsetningarnir eru eisini teir somu, har tað er ein stættarmunur millum tey ríku og tey fátøku, og millum gott og ónt. Eins og í Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum, endar Trødlið hjá pápaleysa við at drongurin fær prinsessuna, meðan beiggjarnir verða settir fastir. Tískil hevur pápaleysi fingið eitt nýtt og betri heim, meðan hann samstundis hevur funnið seg sjálvan. Ævintýrið endar sostatt væl. Ungdómar flyta niður til Danmarkar og onnur lond fyri at blíva til nakað serstakt í samfelagnum - fyri at útbúgva seg. Summi megna hetta ikki og flyta heim aftur, meðan onnur síggja tað sum eina roynd í lívinum, har tú skalt ígjøgnum nógvar avbjóðingar. Hetta er heilt týðiligt eitt tíðarskeið, har ungdómar menna seg sum persónar. Tey læra at taka ábyrgd og læra seg sjálvan at kenna. Tey finna seg sjálvan. Drongurin í ævintýrinum er í einum tílíkum tíðarskeiði, har hann kempar fyri framtíð sínari. Hann vil ikki vera nøkur ónytta, tvørturímóti. Hann berjist fyri lívi sínum, og at enda hevur hann kempað so nógv, at tað gevur úrslit. Hann fær prinsessuna og enntá ríkið, tá ið kongurin doyr. Hetta er nógv meira enn hann nakrantíð kundi ímyndað sær, men um viljin er til staðar, so ber alt til - bæði í veruleikanum og í ævintýrum. Fjøllini standa úti Fagra Føroyar, brimbarda Føroyar, djarva Føroyar! 18 oyggjar, ið liggja spjaddar mitt í norðuratlantiska havinum. 260 kilometrar frá nærmasta landi. Isoleraði frá umheiminum. Einsamallar oyggjar. Nakrar so serstakar oyggjar, ið ikki kunnu samanberast við nakað annað. Hvør serstøk á hvør sín persónliga hátt. Í yrkingini Fjøllini standa úti úr yrkingasavninum Brúgvar av svongum orðum frá 2002, av Jóanesi Nielsen (f. 1953), vísur lýriska eg'ið á kærleika hansara mótvegis móðurlandinum, Føroyar. Í yrkingini umtalar Jóanes Nielsen fjøllini, ið hann hevur givið menniskjaligan eginleika. Tað er ein lýriska yrking, tí at hon lýsir eitt ávíst huglag og tykist persónlig. Yrkingin er óreglulig skipað - talan er um tvey ørindir, har hvørgan hevur endarím. Ørindini eru ávikavist 19 og 9 reglur til longdar. Eitt sindur av stavrími verður nýtt, t.d. á reglu 6-7, har bókstavurin s verður nýttur tríggjar ferðir; syngja, sum og stórir, og á reglu 13 har hann spyr ,,Hvussu hevur tú tað?" Tað er ikki tilvildarligt, at orðini byrja við sama bókstavi. Yrkjarin, her Jóanes Nielsen, hevur valt júst hesi orð, við tí í huganum, at tað skal ljóða gott at lesa yrkingina. Tað ber ikki til at býta yrkingina upp í partar, tí at hon er ein samanhangandi lýsing av fjøllunum frá byrjan til enda. Tó kann ein siga, at fjøllini fara frá at standa úti, til at gerast sjúk og í ørviti - altso broytast tey frá einari kensluleysari støðu til eina tunga støðu. Navnorðið fjøll/fjøllini verður endurtikið 9 ferðir í yrkingini, og hetta vísur, hvat høvuðsluturin í yrkingini er. Stíllegan er gerandislig og ger yrkingina lætta at lesa - tó eru nøkur fá orð, ið ein kanska ikki kennist við, eitt nú tám á næstu reglu. Jóanes Nielsen nýtir myndamál í yrkingini og til ber at siga, at øll yrkingin er sum eitt stórt myndamál. Fyri tað fyrsta, gevur Jóanes Nielsen fjøllunum persónligan eginleika - hetta slag av myndamáli kallast sálarkveiking. Fjøllini eru livandi; tey syngja, frysta, eru einsamøll, líða av svøvnloysi, hava fepur og tey hava enntá eitt dukandi hjarta. Hetta ger, at yrkingin verður meira kensluborin. Sum lesari - og kanska serliga sum føroyingur - føla vit við fjøllunum og taka synd í teimum. Vit skilja fjøllini á ein annan hátt, tí tey hava kenslur eins og vit sjálvi. Vit vita hvussu kuldi og einsemi kennist, og tískil kunnu vit seta okkum í somu støðu sum fjøllini eru í. Sálarkveiking verður aftur nýtt á reglu 4; ,,Og lítla ljóðinum frá svongum rótum" - røturnar fáa menniskjaligan eginleika. Røturnar gerast ein mynd av onkrum veruligum, ið býr á fjøllinum. Tað tykist ikki sum at tær hava tað gott, tí tær eru svangar. Tað tykist sum, at Jóanes Nielsen roynir at vísa á, at hóast Føroyar er eitt land við harðari náttúru, har landið líður pínu, (frystir) er eisini lív at finna. Hetta síggja vit í øðrum ørindi, har hann varisliga gevur einum blomstri lív gjøgnum tveir plastikkleidningar. ,,Leggi stetoskopið móti einum blomstri / Gjøgnum tveir plastikkleidningar / Angar klænt lív" eins og tað veika, men vakra lívið, ið kann spretta um okkara leiðir. Tað kann væl hugsast til, at Jóanes Nielsen roynir at vísa á tvær árstíðir í yrkingini; skifti frá heyst til vetur. At byrja við standa fjøllini sum sagt úti í mjørka og vindi, eins og heystveður kann vera. Síðani kemur kuldin og fjøllini frysta - tað gerst vetur. Veturin er harður fyri fjøllini, og tey gerast sjúk og syngja í ørviti. Tað kann hugsast til at tey gerast sálarliga sjúk. Fjøllini eru heilt greitt ein mynd av Føroyum. Eins og fjøllini standa einsamøll úti, liggja Føroyar einsamallar á opnum havið. Áirnar renna úr fjøllunum og út í havið; út í einki, sum hann eisini sigur á reglu 5. Á reglu 6-7 kann hugsast til, at sipa verður til fantastisku sangararnar vit hava her í Føroyum; Rúni Brattaberg, ið enntá er víðagitin operasangari. Nevnast kann tó eisini Teitur, Eivør, Eyðun Nolsøe og fleiri fleiri afturat. Hjartað á fjøllunum er av gróti og vatni, júst sum Føroyar eru skaptar; basaltfláir klæddar í grønum grasi, við fleiri ferkilometrum av havi rundan um seg. Eisini regnar tað nógv í Føroyum (Umleið 2/3 av árinum), og tí kann sigast at hjarta er úr vatni. Í yrkingin standa fjøllini køld úti í myrkrinum (r. 16) og í Føroyum er nógv myrkur um veturin. At fjøllini ikki sleppa inn um kvøldarnar, kann hugsast til at vera mynd uppá hvussu vit í Føroyum eru (rættiliga) isoleraði frá umheiminum. At vit ikki eru partur av EU kann vera eitt dømi. Yrkingin er enntá útgivin í 2002 og tá var støðan enn verri, um ein kann siga so - Føroyar vóru meira isoleraði frá umheiminum. Tað kann hugsast til, at tær surrandi flugurnar, ið vera umtalaðar í 2. reglu, eru mynd fyri føroyingar. Í mun til okkara máttmikla, vakra land, (Føroyar) eru vit (føroyingar) so evarska lítil, eins og surrandi flugur. Yrkingin hevur ikki nakra rytmu, tí hon er so óreglulig. Hóast hetta hevur bólkurin ORKA megna at gjørt lag til yrkingina. Kári Sverrisson syngur, meðan ymisk ljóð/óljóð hoyrist aftanfyri. ORKA eru serliga kend fyri teirra heimagjørd ljóðføri. Eg haldi, at teirra avrik er sera gott; sangurin er, eins og yrkingin, álvarsamur og dramatiskur. Hann tykist eisini máttmikil og stundum sorgarfullur. Huglagið tykist djúpt, dramatiskt og álvarsamt. Veðrið verður lýst í yrkingini, og tað er ikki gott; fjøllini standa úti í toku og vindi. Síðani standa tey køld úti í myrkrinum og frysta. Yrkingin er øgiliga álvarsom, tí at lívið hjá fjøllunum er uppá spæl. Tey frysta, fáa fepur og gerast sjúk. Hjartað á fjøllunum, ið er av gróti og vatni, verður eisini lýst. Tað dramatiska kemur serliga til sjóndar, tá ið fjøllini byrja at syngja sum stórir operasangarar. Tá ið vit lesa henda setningin verður ein serlig mynd teknað í okkara høvdum. Lýriska eg'ið tykist at standa í einari tvístøðu, tí at tað ynskir at hjálpa fjøllunum, men er ikki førur fyri tí. Tað pínir lýriska eg'ið at síggja fjøllini í slíkum umstøðum, men tað fær ikki gjørt nakað við tað. Tema í yrkingini er heilt greitt móðurlandskærleiki. Yrkingin lýsir hørðu og dramatisku náttúruna í Føroyar, har landið bæði gerst sjúkt og frystir. Hóast alt hetta álvarsama og dapra, ið verður umrøtt í yrkingini, verður samstundis tað vakra við landinum lýst m.a. í næsta ørindi: ,,Anga av rósum og villum jarðberum" Okkurt vakurt liggur eisini í seinastu reglu, hóast hon tykist sorgarfull: ,,Tað er kalt at hava stjørnurnar til tekju" Vit, føroyingar, kenna øll til tey vøkru, køldu vetrarkvøldini, tá ið vit kaga upp í klára himmalin og síggja vøkru stjørnurnar. Hóast tað kann vera bítandi kalt í okkara landi, er nógv vakurt at finna í eystri og vestri. Teksturin Føroyar er skrivaður av Sverra Paturssyni (1871-1960) í 1901. Hann er útgivin í Fuglar og fólk í 1935. Teksturin er ein hugleiðing um Fagra landið, Føroyar. Landið verður lýst uppá nógvar ymiskar mátar; ,,Fría, stolta, tunglynta, fagra, fjallmikla, væna og norðstadda land og heim." Eins og Jóanes Nielsen yrkir, skrivar Sverre Patursson sínar tankar um móðurlandið niður. Báðir tveir koma inn á grasgrønu náttúruna og áirnar: ,,Føgur er tín grøna líð við teim fínu, kláru, reinu keldum, sum stetla til havs ringjandi sum smáar silvurklokkur.", frá tekstinum, kann samanberast við ,,Áirnar stoyta seg út í onki / Fjøllini syngja / Sum stórir operasangarar klæddir í grasi" úr yrkingini. Áirnar, vøtnini og grøna grasið verður nevnt í yrkingini, og í tekstinum verður tað endurtikið fleiri ferðir. Eisini umrøða teir báðir landið og tess einsemi: ,,Langt til havs, úti í villa stórhavinum stendur tú einsamalt - sterkt, djarvt." úr tekstinum og ,,Fjøllini standa einsamøll úti" úr yrkingini. Báðir tekstirnir lýsa kalda veturin og vøkru stjørnurnar. Úr tekstinum: ,,Frískur er vetur tín við glitrandi fonnum, (...) og stjørnuglógvan (...)" og úr yrkingini: ,,Tey frysta / Míni fjøll / (...) Tað er kalt at hava stjørnurnar til tekju" Sverre Patursson og Jóanes Nielsen hava eisini báðir valt at givið landinum hjarta, við tí í huganum at røkka kenslunum hjá lesaranum - teir nýta patos. At geva landinum eitt hjarta, er tað mest livandi ein kann gera ein deyðan lut - tað kann ikki blíva meira livandi, tí at hjartað er tað, ið heldur einari veru livandi. Báðir tekstirnir hava sama tema; móðurlandskærleiki. Tey hava, sum eg havi víst á, nógv felagseyðkennir. Tað kann hugsast til, at Jóanes Nielsen hevur gjørt yrkingina Fjøllini standa úti við atliti úr tekstinum. Men harafturímóti, so er íblástur ikki neyðugur, tá ið ein ynskir at greiða frá sínum persónligu kenslum til sítt land. Yrkingin er ein persónlig yrking hjá Jóanesi Nielsen, har hansara tankar og hugsan um móðurlandið kemur til sjóndar. Tó vil hetta ikki siga, at eingin annar kann seta seg í hansara støðu - tvørturímóti. At lesa hesa yrking, sum føroyingur, er nakað heilt serligt. Vit vita júst hvat hann meinar við, tá ið hann sigur at ,,fjøllini standa køld úti í myrkrinum" og vit skilja hví fjøllini gerast sjúk. Men sum útlendingur kann henda yrking ikki skiljast á sama hátt. Hetta er ein serstøk yrking, ið er gjørd til føroyingar, fyri at vísa okkara móðurlandskærleika til okkara undranarverda land, ið líðir so nógva pínu. Hóast yrkingin ikki hevur nakran beinleiðis boðskap, so rakar hon ein og hvønn føring beint í hjartað. Tí hvør kann ikki vera hugtikin av hesum vakra landi og tess vøkru náttúru? Svarið er einfalt; eingin. Grækarismessurøða At ferðast er sanniliga eitt evni, ið liggur føroyingum nær at hjarta. Forfedrar okkara komu til landið eins og tilflytarar og sleptu tí ikki aftur. Í meir enn 1000 ár hava vit Føroyingar búð á hesum 18 oyggjum, ella klettum, ið fleiri nevna Føroyar við sorgblíðni. Rætt siga tey, at Føroyar bert eru klettar, ið eingin hevði vilja búð á uttan nært tilknýti til tær, men hetta eru okkara klettar. Okkara vakra og harðenda heim, ið altíð hevur staðið opið fyri fremmandum. Enn tann dag í dag tosa føroyingar spentir um, tá nýggj skip ella bátar leggja at kai. Men hvør kemur við hesum bátum og nú á døgum eisini flogførum? Man ikki onkur tilflytari er ímillum, eins og upprunaligu víkingarnir? Nevnt verður í tekstinum, at pláss hevði ivaleyst verið fyri 100.000 føroyingum, áðrenn trot á plássi hevði byrjað, og hvussu nógv eru vit í dag? Enn eru vit undir 50.000, so tað burdi als ikki verið ein trupulleiki, at húsa nøkrum tilflytarum afturat og kanska enntá nøkrum flottafólkum. Uttan nýhugsan stagnerar eitt samfelag. Uttan nýggj fólk, nýggjar mentanir, nýggjar ásjónir og nýggjan tøkniligan kunnleika ber als ikki til at flyta eitt samfelag ella eitt land fram ígjøgnum tíðina. Hesar spekulatiónir eru partur av boðskapinum í røðuni. Kinna Poulsen, ið er cand. mag. í donskum og myndlist, ummælari og miðnámsskúlalærari, er sendari av hesi Grækarismessurøðu, sum varð hildin á Vaglinum í Havn 15. mars í 2015. Røðan er eisini miðlað í Dimmalætting frá 20. mars 2015. Hon er ætlað øllum fólkum í Føroyum, serstakliga teimum ungu, men eisini teimum eldri, og leggur dent á, at vit sum fólk hava brúk fyri at verða opin fyri fremmandum tilflytarum. Teksturin byrjar við einum inngangi, har Kinna miðlar, at vit í Føroyum hava uml 93 ymiskar tjóðir í okkara landi, og tey hava nógv at bjóða uppá. Men veruleikin er so, at hesir nýggju tilflytarar eru næstan ósjónligir, og einasta stað, har man leggir til merkis, at tey yvirhøvur eru til staðar í hesum landi, er í frystiboksunum í handlum, har matvøruvalið er blivið alsamt meira fjølbroytt. Ein deiliga sarkastisk viðmerking. Vit, sum tjóð, hava brúk fyri hesum nýggju fólkum, ikki bert fyri at tynna okkara innannøring, men fyri at fáa eini fjølbroyttari Føroyar, meinar Kinna Poulsen. Á hendan hátt er røðan skipað eins og ein akademiskt uppbygdur tekstur, har inngangur kemur fyrst, síðani bulurin við viðgerðini og síðst tekur hon samanum og kemur við eini áheitandi niðurstøðu. Teksturin er ikki býttur í yvirskriftir og undiryvirskriftir, men er ein samanhangandi tesktur býttur í teigar. Málburðurin er gerandisligur og lættur at skilja, teksturin inniheldur bæði langir og stuttir setningar við løttum orðum. Teskturin er subjektivur og partvíst baseraður á egnar sannroyndir. Poulsen nýtir serstakliga patos, tá hon greiðir frá umstøðunum í Føroyum í røðuni. Hon leggur dent á tjóðskaparkenslu føroyinga, samhuga, felagsskap og víkur frá grammleika. Í tekstinum nýtir Poulsen etos fyri at styrkja útsagnir hennara. Hon tekur dømir frá økjum, har hon hevur ekspertisu, serstakliga leggur hon dent á myndlistina, har hon er cand. mag. og vælkendur ummælari av myndlist. Eisini leggur hon dent á trúvirði hjá Sverra Patussyni, og vísir á hansara kunnleika sum yrkjari og upphavsmanni til útvalda tjóðfuglin. Hon brúkar ikki nógv logos og hevur ongan nágreiniligan statistikk við í røðuni, fyri at stuðla uppundir útsagnir hennara. Hon lítur sostatt ikki á logik ella skil fyri at styrkja útsøgnirnar, og sigur okkum heldur ikki, hvar hon hevur talið 93 av tjóðum frá. Um talið er eftirfarandi veit eg ikki, men dentur verður ikki lagdur á nágreiniliga vitan ella hagtøl, men á hugsanir, kenslur, tíðindi, egnar upplivingar, minnir og á fyrimyndir, so sum Sverra Patursson. Hon nýtir sostatt patos í stóran mun og leggur áherðslu á fríar hugleiðingar og metingar av hendingum og politikki. Hon nýtir nakrar keldur sum t.d. tíðindablaðið Politiken at vísa á ræðuleikarnar í útheiminum, men miðlar finningarnar við patos. Kinna Poulsen vil, at Føroyar skulu verða betri til at lofta útlendingum, og uppáhald hennara er, "at okkara tilflytarar hava nakað at bjóða uppá". Allir tilflytarar hava nakað serstakt frá teirra landi at bjóða uppá, og kunnu verða við til at gera Føroyar til eitt fjølbroyttari og sterkari samfelag, hvør á sín hátt. Hon grundgevur við dømum frá fleiri útlendingum, ið eru komin til Føroyar ígjøgnum tíðirnar. T.d. greiður hon frá tí musikalska Bakar Hansen, ið hevur m.a. verið við til at stovna orkestrið 'Georg Hansens Minni' (GHM). Hon nevnir mammu William Heinesen og amerikonsku Sharon Weiss, ið lærdi Kinnu Poulsen at spæla blokkfloytu, og sum hevur stovnað Frískúlan á Velbastað. Eisini eru tað útlendingar, ið hava lagt lunnar undir myndlistina og eru grundin til, at hon kundi mennast til eina føroyska myndlist. Eingin heimild er, tí røðan byggir á hennara egnu persónligu meiningar um støðuna í Føroyum. Harvið er høvuðsendamálið bæði kunnandi, reflektivt, kensluborið, men eisini ákallandi. Hon vil út við einum samfelagskritiskum boðskapi. Eingin ivi um tað. Samtíðarrákið dámar henni ikki. Til dømis tað, at fleiri føroyingar eru blivnir so høgravendir og sjálvsøknir, lýsir hon við hugleiðingum um tjóðfuglin og tann meiri pragmatiska fuglin. "Hesir fuglar tykjast serliga snildir, tá tað kemur til at lívbjarga sær og sínum, og júst hetta hevur víst seg at vera frammarlaga í huganum hjá okkim føroyingum seinastu árini." Her sipar hon fyrst og fremst til pengasterkir vinnulívsfólk, reiðarar og onnur, ið hava notið gott av yvirskoti innan ávís øki í samfelagnum. Hon generaliserar og átekur sær frælsi til bera fram egnan hugburð og projekterar tann hugburðin á allir føroyingar við at tosa kollektivt, har hon m.a. sigur "(...) í huganum hjá okkum føroyingum(...)". Tað er ein generellur feilur at generalisera, um ætlanin er at vera saklig, men endamálið hjá Kinnu Poulsen er als ikki at verða saklig, men at vera heldur frí og ákallandi. Eitt endamál við røðuni er at ákalla til javnstøðu og opinleika, at venda sær frá høgravongsrákinum og líta á samhaldsfesti. Hon vísir á fleiri andsøgnir í núverandi samfelag og leggur dent á feilin, har hon beinleiðis leggur eftir teimum høgravendu. Fólk arbeiða meiri enn nakrantíð fyrr, pengar streyma inn, men fólk eru strongd og hallið í fíggjarlógini veksur, "(...) ójavnin í samfelagnum økist, og á Landssjúkrahúsinum hava tey eftir øllum at døma ikki ráð til lunkað vatn." Argumentatiónin Poulsen nýtir er sera viðkomandi og samtíðarkend, men ósaklig. Persónliga haldi eg, at argumentini eru sera áhugaverd, og at hon hevur rætt í nógvum. Verðin ella føroyska samfelagið er, í mongum førum, blivið ov egoistiskt til at húsa hvørjum øðrum ella fremmandum. Gomlu sosialistisku virðini fella burtur, og harvið hugburðurin til fremmand sum virðismikil ískoyti til mentanina í einum samfelag. Í hesum slag av teskti, ið er ein Grækarismessurøða, ber til at verða ákallandi uttan at undirbyggja øll argument. Ein tílík røða er altíð litað av tí, ið ber røðuna fram. Kinna Poulsen heldur fram við at siga, at "Onkursvegna er tað, sum sigla vit við mentalum hentleikaflaggi í hesum árum." Her meinar røðarin við, at í altjóða høpi vilja føroyingar bara velja og vraka aftalur og ábyrgd. Føroyingar eru glaðir, tá ein av okkara egnu skarar framúr innanfyri t.d. ítrótt við svimjaranum Pál ella app'um sum t.d. 'Vivino', ið hevur fingið stóra framgongd í síðstuni, men tá vit sjálvi skulu til at taka ábyrgd á okkum og taka ímóti flottafólki, tá lukka flest fólk av, og skumpa ábyrgdina víðari til Danmarkar. Hon staðfestir, at "Samstundis vilja vit virðast sum tjóð, men tá talan er um at taka ímóti flottafólkinum, stendur einki til hjá okkum, tað mugu danskarar taka sær av" Vit velja og vraka, eins og eru vit kræsin smábørn, ið bert vilja eta tað, sum smakkar væl. Men í altjóða høpi ber hendan hugssjón als ikki til. Til ber ikki bæði at blása og hava mjøl í munninum, sigur eitt orðatak. Hetta orðatak leggur Poulsen dent á við at siga tað mótsatta."Vit blása við mjøli í munninum". Tað hon meinar er, at vit eru ókonsekvent í orðum og gerðum og koyra uppá paradoxir. Summi royna at fáa mestan vinning møguligt uttan at hugsa um, hvussu tað ávirkar onnur. At blaka eina keldu til vinning burtur, tí hon ikki gevur líka nógv sum hin er óamannaverk. "Og sjálvt um prísurin er minni fyri fiskahøvdið enn fyri fiskin, so ber ikki til at tveita høvdini fyri borð." Vit mugu nýta teir møguleikar vit hava, og syrgja fyri, at tað er ein áhaldandi vinningur í hesum, sum ikki endar við t.d. at tøma fiskastovnarnar. Boðskapurin er, at vit mugu hugsa um framtíðina og eftirkomarir okkara, og ikki bert hugsa egnan vinning her og nú. Tilflytarar eru eisini ein kelda til vinning, um ikki annað mentanarligan vinning og hava tí minst líka nógv virði eins og ein og hvør vinningur. Tað hon kritiserar er, at fólk, ið eru ímóti tilflytarum, bert síggja trupulleikar og ikki tað potentialið og tær resursur tey eru fyri samfelagið, um tey verða væl integreraði. Samanumtikið leggur Kinna Poulsen áherðslu á, at vit bert eru á jørðini eina lítla stund, og eitt er sikkurt og vist,"(...) at planetin bara er okkum til láns og at okkara tíð her er avmarkað." Tað avmarkaða tíðarskeiðið vit liva, burdi ikki verði ein byrða fyri framtíðar generatiónir, men heldur ein hjálp. Við at vera sjálvsøkin oyðileggja vit alt rundan um okkum, tí tá er ofta bert eitt fyri framman, og tað er at skava inn undir seg eins og ein grammur dreki. Við ikki at hugsa um onnur og um at menna okkum øll sum menniskju og samfelag, verður ongin bjørt framtíð fyri framman. Hon endar røðuna við einum framskygdum boðskapi um, at um vit sum borgarar og tjóð leggja dent á opinleika og síggja tjóðfuglin sum fyrimynd, fáa øll ein møguleika at breiða veingjur sínar og flúgva eftir egnum førimuni. Við at hjálpa fólki og vera vælkomandi, hjálpir man í felag sær sjálvum og samfelag sínum. Eins og tjaldrið kemur og fer, og nýggj tjøldur leggjast afturat, mugu vit skipa tjóð okkara við støðið í tí veruleika, at ung fólk koma og fara og nýggir tilflytarar leggjast afturat og harvið fjøltátta og ríka okkum sum tjóð. Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum Ævintýrið "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" er skrivað av Lydiu Didriksen úr "15 føroysk ævintýr". Ævintýrið er útgivið á Bókadeild Føroya Lærarafelag í 2014. Ævintýr eru sera gomul og kend runt um allan heim. Ævintýr verða roknað fyri at vera øgiliga eins og tískil er boðskapurin ofta tann sami í teimum øllum. Hetta ævintýrið vísir á, at óansað hvar tú er staddur sosialt osv, so kanst tú altíð berja teg fram á topp hóast alla tína mótstøðu, ið tú møtir í lívið tínum. Í stuttum snýr ævintýrið seg um ein ungan drong, ið fer heimanifrá at finna sær arbeiði, tí pápin klárar ikki at breyðføða hann einsamallur heima við hús meira. Drongurin fer út, og kemur til kongsgarðin, har hann síðani fær arbeiði. Kongurin letur sera væl at hesum unga drongi, ið vísir seg at verða sera klókur. Hinir harrarnir í kongsgarðinum blíva sera øvundsjúkir inná hendan unga drong, ið kongi dámar so væl. Hetta ger, at harrarnir fara at lúgva um dreingin fyri kongi. Drongurin fær 4 avbjóðar, ið hann skal loysa, sum harranir hava logið fyri kongi um, tí annars missur hann lívið. Drongurin megnar at loysa allar avbjóðingarnar, og giftist við prinsessuni. Tey liva lukkuligt og fáa ríkidømi, tá ið kongurin doyr. Hetta er eitt gandaævintýr, tí vit hoyra um eitt sjótrøll, ið heldur prinsessuni sum fanga í sjónum. Eisini fer okkari høvðuspersónur gjøgnum eina menning, frá at verða í einum undirstættii til at enda í hástætti. Eisini kann eitt slag av gandi spæla ein leiklut, tá ið báturin ikki vil flyta seg úti á havinum uttan so, at drongurin kemur umborð bátin aftur. Tað, at báturin sjálvur siglur og steðgar har sjótrøllið býr, er eisini ein gandur í sær sjálvum. Væl kenda hugtakið "heima - úti - heima" kann nýtast í okkara ævintýrið. Drongurin fer gjøgnum eina stóra menningargongd, frá at verða heima hjá pápa sínum, ið ikki fær betalt fyri dreingin og hann sjálvan meiri, og tískil verður drongurin noyddur at fara út at finna sær eitt arbeiði. Síðani kemur parturin, har drongurin er úti. Hann er á kongsgarðinum, har hann skal megna at loysa nógvar avbjóðingar, ið koma til hann. Drongurin fer gjøgnum eina menningarfasu í partinum "úti", har hann upplivir sera nógv, og at enda finnur og reddar prinsessuni. Tá ið drongurin megnar at loysa fjórðu og síðstu avbjóðing, ið er at finna prinsessuna, kemur seinasti parturin "heima". Drongurin fær nýtt heim, ið er saman við prinsessuni á kongsgarðinum. Drongurin og prinsessan fáa kongaríki, og liva lukkuligt restina av lívið teirra. Við øðrum orðum, er drongurin í byrjanini ein antihetja, men við røttu eginleikum av royndum mennist hann til hetju og verður ríkur eydnusamur. Í ævintýrinum verða sera nógv ævintýraeyðkennir nýtt. Tó byrja flest ævintýr við " einaferð var tað..", men i okkara ævintýrið byrjar ævintýri øðrvísi, og ikki við hesari kendu byrjan. Men tó skal sigast, hetta ævintýri er sprotið úr "15 føroysk ævintýr", ið ger, at ævintýrið kann væl byrja á ein annan hátt í tí upprunaliga ævintýrinum. Men aftur til ævintýraeyðkennini, eru tey nógv. Vit hava sum áður brúkt í uppgávuni væl kenda ævintýra bygnaðin "heim - úti - heima", ið er eitt ævintýra eyðkenni. Onnur eyðkenni eru m.a sjótrøllið, ið hevur fangað kongsdóttrina, tær 4 avbjóðingarnir hann fær, tær 3 gøturnar hann kemur til í eini avbjóðingini og tey 3 slottini. Eisini er skipið, ið steðgar og siglur av sær sjálvum eitt eyðkenni, svørið hann má nýta fyri at drepa sjótrøllið og drykkurin, ið hann skal drekka 3 ferð av, fyri at megna at lyfta svørið og drepa trøllið. Eisini eru tað 3 menn, ið hjálpa honum á veg, fulglarnir, endin at fátæki drongurin megnar at vinna prinsessuna og tey liva lukkuligt restina av lívinum osv. Sum sagt eru tað heilt øgiliga nógv ævintýraeyðkennir í ævintýrinum. Eisini eru mótsetningar eitt kent eyðkenni fyri ævintýr, ið eisini kunnu nýtast her. M.a fátæki drongurin og harrarnir, ella teir 3 góðu mennirnir, ið hjálpa dronginum ímun til harrarnir. Eitt sera eyðkent myndamál í ævintýrinum er teir 3 mennirnir, ið eru eitt myndamál fyri teir 3 vísmennirnar í bíbliuni. Teir geva góð og vís rá, eins sum vísmennirnir í bíbluni. Eisini kunnu teir 3 mennirnir vera eitt myndamál á tær 3 feðirnar í Tornurósu, ið eins sum vísmennirnir í bíbliuni, hjálpa høvðuspersóninum í ævintýrinum. Eitt annað myndamál er báturin, sum væntandi í hesum førið blíva stýrdur av Gudi, og tískil steðgar báturin júst har sum sjótrøllið er, og vil ikki fara fyrr enn drongurin er komin umborð á bátin aftur. Her er aftur eitt myndamál um Gud ella fyri so vítt kristindómin, ið hevur ein leiklut í ævintýrinum, tí vit hoyra eisini um at tey fara í kirkju. Eitt annað myndamál er, tá ið drongurin bindur prinsessuna í tað tjúkka bandið og seg sjálvan í tað klæna bandið. Tað kann vera eitt myndamál um hvør hann er sum persónur. Hann vil heldur hava at hon skal koma væl heim og halda sítt lyfti. Fuglarnir í ævintýrinum kunnu á ein ella annan hátt verða ein mynd um einglar. Grundin fyri at eg sigi hetta er tí, at fuglarnir hjálpa dreinginum vð at fullfíggja sínar avbjóðingar drongurin hevur fingið frá kongi. Ein onnur orsøk fyri, at fuglarnir kunnu mynda einglar er tí, at nógv innan kristindóm verður nevnt ella fyri so vítt tulka í ævintýrinum, sum at teir fara í kirkju, teir 3 vísmennirnir og Gud sum stýrir bátinum osv. Okkara ævintýr kann samanberast við ævintýri "Øskudólg", ið er um ein neyðarsligan drong, ið eins sum drongurin í okkara søgu hevur nógvan mótgang ímóti sær, men tó megnar at koma ígjøgnum alt og fáa prinsessuna. Eisini hevur Øskudólgur eins sum drongurin í okkara ævintýrið sínar beiggjari, ið halda hann fyri gjøldur eins sum harrarnir í okkara søgu gera. Bæði Øskudólgur og drongurin í okkara ævintýrið megna at vinna sær prinsessuna hóast alt. Temaðini í ævinýrinum eru kærleiki, menning, øvundsjúka, vón og mót. Grundin fyri at eg sigi hetta er tí, at øvundsjúkan hjá harrunum ger, at hann má finna sær mót og vón um, at hann megnar alt tað, sum hann verður útsettur fyri. Gjøgnum hetta mennist hann og vinnur kærleika og ríkidømi. Tað ævintýrið vil fortelja okkum lesarum er, at alt ber til óansað hvar tú er staddur. Drongurin fer heimanifrá, sum ein fátækur drongur, ið einki hevur og megnar at byggja seg heilt upp á toppin hóast allan mótgangin. Ein annar boðskapur í ævintýrinum er, at øvundsjúka ikki er ein góð sjúka. Víst verður væl og greitt, at øvundsjúka er bert nakað, ið ikki hevur nakað gott við sær. Hvørki tú ella onnur fáa ágóðan av øvundsjúkuni. Sum víst er í hesu søgu, so er tað serliga tann, ið er øvundsjúkur, har endin gerst kaldur. Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum Hetta ævintýrið er úr 15 Føroysk ævintýr - Einaferð var tað..., sum varð givið út í 2014. Ævintýrið er síðani endurskrivað í lættari málbúna av Lydiu Didriksen. Ævintýrið snýr seg í stuttum um ein sera klókan drong. Pápi hendan drong var fátækur, og hevði tí ikki ráð at breyðføða son sín. Hann var tí noyddur at senda drongin at finna sær eitt arbeiði. Drongurin endar við at fáa eitt arbeiði hjá konginum. Kongur leggur skjótt merki til flogvitið hjá dronginun, og hann setur tí drongin fram um teirr høgu harrarnar. Hesir høgu harrunum dáma hetta einki, og tí gera teir alt teir eru mentir at spenna bein fyri dronginum. Harrarnar lúgva fýra ferðir fyri konginum, og siga att drongurin hevur sagt seg vera føran fyri at megna bæði eitt og annað. Men tá alt kemur til alt, so klárar drongurin at fullføra allar fýra uppgávurnar, við hjálp frá trimum monnum su búgva í skóginum. Ævintýr eru oftani bygd upp av trimum partum, heima-úti-heima/nýtt heim. Hetta inniber, at hetjan í byrjar heima. Hon fær síðani eina uppgávu og má frá heiminum, úti verðina, fyri at loysa hana. Tá uppgávan er loyst vendir hetjan heim aftur, ella eisini fær hann eitt nýtt heim, oftani fær hetjan kongaríkið frá kongi. Har hendir ein menning av hetjuni, og tað sæst tíðiliga í ævintýrinum. Tað sama er galdandi í hesum gandaævintýrinum. Tann klóki drongurin byrjar heima hjá pápanum. Hann fer til kongin at arbeiða, og har fær hann fleiri uppgávur. Eftir at hava loyst uppgávurnar, giftist hann við kongsdóttrini og arvar kongaríkið frá konginum tá hann doyr. Her hendir ein menning av hetjuni, sum fer frá at vera ein fátøk antihetja, til at klára at nýta sínir eginleikar á rættan hátt, og harvið eisini gerast ein hetja, vinna sær eydnu og ríkidømi. Drongurin er ikki ein smádrongur tá søgan gongur fyri seg. Sannlíkt er at hann er stutt síðani blivin tannáringur ella beint undir tannáringaárunum. Hann er klókur, men ikki serliga royndur í vaksnamanna lívinum. Hann roynir at fáa kongin at skilja, tá teir høgu harranar lúgva um hann, hvat sannleikin handan søgurnar er, men hetta riggar ikki hjá honum. Hann býr heima hjá pápa sínum, og er bundin at pápanum, inntil hann fer út og skal standa á egnum beinum. Objekt: Kongsdótturin/ eydna Objekt: Kongsdótturin/ eydna Gevari: Kongurin Gevari: Kongurin Móttakari: Drongurin Móttakari: Drongurin Hjálpari: Trýggir menninir í skóginum/ gandur Hjálpari: Trýggir menninir í skóginum/ gandur Mótstandari: Teir høgu menninir/trøllið Mótstandari: Teir høgu menninir/trøllið Subjekt: Drongurin Subjekt: Drongurin Tað er vanligt í ævintýrum, at persónarnar ikki vera lýstir nágreiniliga, og hetta sæst eisini í hesum ævintýrinum. Persónarnar eru statiskir, og verða ikki lýstir meir enn neyðugt fyri ævintýrið. Hetjan í søguni fer ígjøgnum eina menning, og er einasta broytingin ið hendur hjá nøkrum av persónunum. Eisini hendur eitt lagnuskifti, har drongurin fer frá einari ringari lagnu til eina góða, teir høgu harranar fara frá einari góðari lagnu til eina ringa, kongsdótturin fer frá einari ringari lagnu til eina góða og trøllið fer frá einari góðari lagnu til eina ringa. Um drongin verður sagt, at hann er klókur og at hann er sonur einum fátakum manni. Og um kongsdóttrina verður bert sagt at hon er vøkur. Meiri umfatandi eru lýsingarnar ikki. Ævintýrið byrjar ikki við tí vanliga, "Einaferð var tað...". Tað byrjar við: "Ein fátækur maður átti ein klókan son.". Vanligt er fyri ævintýr at nevna, hvar og nær søgan gongur fyri seg - langt, langt burturi og langt, langt síðani. Sjálvt um hetta verður nevnt, er tað ikki eitt ávíst stað ella ein ávís tíð at ævintýrið gongur fyri seg, men tað er eitt stað og ein tíð, ið er langt vekk frá har lurtarin og forteljarin eru í dag. Men her verður einki av hesum nevnt. Nógv vanlig ævintýrakend tøl verða brúkt í ævintýrinum, kvantifisering. Millum annað teir tríggir menninir, ið búgva í skóginum og sum hjálpa dronginum at loysa uppgávurnar, tær fýra royndirnar, ið drongurin skal loysa, tær tríggjar gøturnar, tey trý tornini, tær sjey tunninar, tær tvær líninar. Tað eru nógvir mótsetningar í ævintýrinum eisini. Tann góði drongurin og teir óndu høgu harrarnar, tann vakra kongsdótturin og ta ljóta trøllið, tann fátæki pápin og tann ríki kongurin. Eisini eru nógv óverulig og yvirnátúrlig fyribrigdi. Eitt nú trøllið, vøllurin undir havinum, drykkurin ið ger soleiðis at drongurin megnar at lyfta svørðið. Øll hesi liðini eru við til at gera eitt ævintýr, og hava ein stóran týdning fyri søgugongdini. Nøkur av temunum í ævintýrinum eru vísdómur, stríðið millum tað góða og tað ónda og so at ein ikki altíð noyðist at ver sjálvbjargin, at tað er í ordan at hava brúk fyri hjálp. Og við hesum hevur forteljarin viljað víst á, hvussu nógv ein kann fáa burturúr, tá man ikki stendur eina, og nýtir eitt sindur av sínum vísdómi uppá rættan máta. Eitt annað ævintýr ið hevur nøkurlunda somu temu og boðskap sum hetta, er Lorkuleggur. Lorkuleggur snýr seg í stuttum um eina vakra mylnaradóttir. Pápi hennara fortelur konginum hvussu dóttir hansara kann spinna hoyggj til gull, hóast hetta ikki er satt. Kongurin vil síðani royna henda sjálvsama eginleika hjá gentuni. Hon fær hjálp frá einum lítlum manni ið spinnur alt hoyggið um til gull, og hann fær okkurt afturfyri hvørjaferð. Fyrstu ferð er tað hálsketan hjá gentuni, aðru ferð ringurin, triðju ferð lovar hon honum at fáa fyrsta fødda barn hennara. Tá hon so skal geva manninum barn sítt, grætir hon so illa, at maðurin tekur synd í henni. Hann gevur henni tríggir dagar, har hon skal royna at gita navn hansara. Um hon klárar at gita tað, skal hon sleppa frá at geva barnið frá sær, og klárar hon tað ikki, skal hon geva honum barnið. Hon sendir fólk út fyri at læra seg øll nøvnini í kongaríkinum, og triðja dagin kemur ein framá ein lítlan man sum syngur, og í sanginum nevnir hann sítt egna navn, Lorkuleggur. Og síðani klárar hon at gita navnið á Lorkuleggi og alt endar lukkuligt. Á sama hátt sum ævintýrið "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum", har drongurin hevur tørv á hjálp, og lýtir á hvat onnur kunnu gera fyri seg, so hevur gentan eisini tørv á hjálp í "Lorkuleggur", og torir at stóla uppá hjálpina sum ein fær. Gentan stólar á fyrstani tíð á Lorkulegg, at hann kann hjálpa henni at spinna hoyggið til gull. Men seinni stólar hon eisini á, at sendiboðini hjá henni skulu hjálpa henni at finna navnið hjá Lorkuleggi. Nógv av teimum somu ævintýraeyðkennunum frá ævintýrinum um sjótrølli ganga aftur í ævintýrinum um Lorkulegg. Eitt nú eru nógv tøl ið ganga aftur. Gentan fær tríggjar royndir, ið skulu klárast, frá konginum, og síðani eina frá Lorkuleggi. Tilsamans eru fýra royndir, eins og í tí fyrra ævintýrinum. Gentan hevur tríggir dagar at gita navnið hjá Lorkuleggi. Eisini eru bæði ævintýrini gandakend, og hava yvirnátúrlig og óveruligar hendingar. Bæði ævintýrini hava eisini góðir endar, har kongsparið liva eydnusæl saman og hava frið. Hóast at hesi ævintýrini eru sera lík, eru eisini ólíkar at finna. Ein tann stórsti munurin er millum hetjunar í søgunum. Onnur hetjan er kallkyn og hin er kvennkyn. Í tí fyrra ævintýrinum er objektið kongsdótturin og eydnan, í tí næsta ævintýrinum er objektið eydna og barnið. Ráa freistingin Summi vilja vera við, at tað er komin inflasjón í nýggju vørurnar, ið verða mentar nú á døgum. Ein vøra kappast við aðra, og serstøk tiltøk eru neyðug, fyri at fáa tokka frá kundunum. Roynt verður at sannføra kundarnar um, at júst ein serstøk vøra er nakað heilt serligt. Men við tíðini gerst verri og verri at vekja undran og virðing hjá keyparanum, og tískil noyðast ofta heldur víðgongdar ætlanir at setast í verk, til tess at halda fast á kundaskaranum, ella at fáa fleiri kundar at leggjast afturat. Í 2015 byrjaði Stórigarður sum næsta felag í Føroyum at framleiða og selja sushi. Áðrenn Stóragarð var tað einans Etika, ið framleiddi hesa føði til føroyingar. Tað er Miklagarður ið stendur aftanfyri Stóragarð, og sushi úr Stóragarði verður eisini einans selt í handlum, ið eru undir samtakinum hjá Miklagarði, Mylnuni og Bónus. Tá ein vøra er nýggj á marknaðinum, er sum vera man neyðugt hjá fyritøkuni at lýsa við henni, og soleiðis var eisini í førinum hjá Stóragarði. Lýsingin "Ráa freistingin" varð framleidd, og lýsire hon, hvat Stórigarður er og hvør vøra teirra er. Í lýsingini, ið er á akkurát ein minutt, síggja vit høvuðspersónin, ið er ein ung kvinna. Leiklutur hennara verður leiktur av Ragnhild Dam. Hon liggur í eini song inni í einum skýmligum kamari. Við lið hennara liggur ein persónur, ið ikki sæst andlit á, men hómast kann at hetta er eitt mannfólk. Kvinnan reisir seg upp, situr á songarstokkinum, og fer oman einar trappur. Í næsta brotinum sæst kvinnan í einum bili, har hon situr á baksetrinum. Síðani sæst kvinnan inni í einum handli, har hon fer yvir móti kølidiskinum og tekur út ein bakka av sushi úr Stóragarði. Eingin monologur ella dialogur er, men vit hoyra tankar hennara í eini forteljararødd. Tað er røddin á kvinnuni sjálvari, ið er forteljararøddin. Røddin er teskandi og lokkandi, men samstundis innilig. Røddin greiðir frá, hvussu hon tráðar eftir ein hvørjum, ið minnir mest um ein forboðnan longsul, ið kvinnan ber innan í sær. Hendan tráðan verður lýst sum "tráðanin eftir tí nýggja, fríska, ráa". Sushi, ella Stórigarður, verður ikki nevnt, og tað er ikki týðiligt, at tráðanin hjá kvinnuni er eftir hesi eysturasiatisku føðini. Heldur ber røddin brá av sensualiteti, og um ein ikki veit betur, kunnu orðini lættliga tulkast sum nakað seksuelt. Saman við ljósinum og litunum gevur røddin lýsingini ein seksuellan, tølandi undirtóna. Litirnir inni í kamarinum eru mjúkir og kámir, og serliga ganga litirnir blátt og reytt aftur. Reyði liturin vísir á tað erotiska, meðan blátt virkar sum ein mótstøða mótvegis tí reyða. Tá kvinnan er í kamarinum, skifta litirnir títt, eins og berjast teir fyri hvør síni søk, og kvinnan noyðist at gera upp við seg sjálva, hvat hon vil. Tá hon so reisir seg og ger av at fara út úr íbúðini, tekur reyði liturin yvir, meðan blái liturin ikki longur sæst. Hendan tvístøða, sum kvinnan stendur í, sæst væl á filmsklippingini í lýsingini. Klipt verður javnan frá ymsum vinklum, frá at kvinnan annaðhvørt liggur, situr ella stendur. Ein ófriður hómast, og sæst hetta eisini á upptøkutólinum, ið ikki stendur stilt, men ristist og flytir seg við rørslunum hjá høvuðsleiklutinum. Tá komið verður inn í handilin, broytast litirnir í myndini. Inni í handlinum er ljóst, og aðrir litir enn blátt og reytt síggjast. Hetta skift í litum og huglagi kann vera mynd uppá, at innan í henni er hon komin til sættis við støðuna, og hevur tikið eina avgerð, ið er at fylgja tráðan síni og ganga yvir móti máli sínum. Huglagið, ið áður tyktist tungt, ivandi, og bar brá av longsli, er nú skift út við vilja, nøgdsemi og miðvísi. Hóast hetta er ein lýsing fyri eina sushi fyritøku, er eingin ivi um at snildir eru nýttar til tess at gera lýsingina gátuføra og lokkandi. Tað er ikki fyrr enn í endanum, at kvinnan tekur sushibakkan í hondina, og røddin nevnir Stóragarð og teirra altíð nýgjørda sushi, at ein sum hyggjari kann vera vísur í, at tað ein júst hevur hug eftir, var ein sushi reklama. Tá kvinnan er í kamarinum, ber lýsingin nevniliga brá av tráðan eftir nøkrum, ið ikki er loyvt. Kvinnan, ið er í kamarinum við einum manni, liggur og hugsar um tað "nýggja", ið hon so væl kundi hugsað sær at fingið fatur á. Tá hon nevnir "tað nýggja", hyggur hon yvir á mannfólkið, ið liggur við lið hennara og óvitandi svevur fastan. Hetta nýggja verður lýst á ein slíkan hátt, at tað kann vera mynd uppá eitt annað mannfólk enn hann, ið liggur í songini, og sum kvinnan vil hava. Fjálturin og órógv hennara lýsir tvístøðuna, ið hon stendur í; at fara frá tí einstáttaða til tað áhugaverda. Litirnir ið skiftast, vísa við tí reyða á hug hennara, og við tí bláa á tað trygga grundarlagið, ið hon átti at virðismett og ikki spælt hetta vandamikla spælið við. Hon velur tó tað forboðnu loysnina, og tá hon situr í bilinum, hómast eitt friðsælt brá á andliti hennara. Tað tykist, sum er hon komin ásamt við kenslur sínar, og nú sær fram til fyristandandi gleðina, ið hon um eitt lítið bil kemur at uppliva. Sjónvarpslýsingin er ein urban og alheims frágreiðing, sum selur eina serstaka og náttúrureina føroyska vøru. Hetta er um eina føroyska vøru, sum tó ikki vísir Føroyar á nakran hátt, og tí fyri tað kundi gingið fyri seg í onkrum øðrum býi, enn júst Tórshavn, og eisini í einum heilt øðrum landi. Einasta orsøkin til, at ein sum hyggjari kann vita, at hetta gongur fyri seg í Tórshavn, er at mong munnu kenna Mylnuna aftur, ið er har brotið, tá kvinnan tekur upp sushibakkan, er tikið upp. Í lýsingini verður sex og erotikkur nýtt fyri at lýsa mat, og hetta er neyvan uttan orsøk. Menniskjað hevur nakrar grundleggjandi tørvir, og matur og sex eru nakrir teirra. Ein tørvur er tískil nýttur fyri at lýsa hin betri. Sum heild er sex nakað, ið selur, og sum hevur eina lokkandi ávirkan á flest fólk. Sex er fyri menniskjað nátúrligt, men ofta verður tað viðgjørt á ein forvitnisligan og mestsum bannaðan hátt. Ótrúskapur er næstan tabu, og tí er tað avgjørt áhugavert, at Stórigarður á ein slíkan hátt myndar hetta tabu í lýsing teirra. Hetta er tó ikki gjørt á ein ágangandi hátt, og hóast seksuellu undirtónarnir í lýsingini eru lættir at hóma, er ótrúskapurin hjá kvinnuni ikki so framtraðkandi. Og tá hon kemur fram til longsul sín, málið, ið er sushi, fánar ivingarsemið mótvegis lýsingini, og hyggjarin situr eftir við eini kenslu av at "tað var bara sushi", og at gerð hennara tískil ikki longur er ein svikagerð. Spurningur kann setast við, um lýsingin objektiverar kvinnuleiklutin sum nakað seksuelt og tølandi, og um kvinnur eru lokkandi, syndafullar verur, ið ikki hava nokk í einum, men hava eina inniliga tráðan eftir tí forboðna. Hóast endamálið einans var sushi, verður kvinnan lýst sum ein ótrúgv kvinna, ið svíkur mann sín, í vón um nakað betri. Seksualitetur tosar til allar aldursbólkar. Inniligleiki, svik og umsorgan á einum skíggja tosar til kenslur okkara, og gerast vit alt í einum bitin av hesum. Sushi er lutfalsliga nýtt hjá okkum í Føroyum, og Stórigarður hevur uttan iva roynt at rakt ein so stóran aldursbólk sum møguligt við lýsing sínari. Tó er kent, at tað er ungdómurin í einum samfelagi, ið skal skoyta og kemur at skoyta ymiskt nýtt upp í samfelagið. Tí verður við lýsingum ofta roynt at venda sær til tey ungu, og fáa tey at taka ímóti ein hvørjari vøru. Og í hesum føri vil eg vera við, at tað hevur eydnast rættiliga væl. Lýsingin hevur alt tað, ið eini lýsing krevst, fyri at fáa hyggjaran við. Í samband við hesa lýsing, rennur mær í huga eina aðra lýsing, ið fyri nøkrum árum síðani varð varpað út í Sjónvarpi Føroya. Hetta var ein lýsing fyri Tannlæknafelagið, ið hevði til endamáls at varpa ljós á týdningin av at nýta tanntráð. Í hesi lýsing var eisini ein sterkur seksuellur undirtóni, ið var nógv meiri beinleiðis, enn undirtónin í "Ráa freistingin". Lýsingin fyri Tannlæknafelagið byrjaði við spurninginum "hvussu var tað fyrstu ferð?", har leikararnir tá skuldu greiða frá, hvussu tað var fyrstu ferð tey nýttu tanntráð. Áhugavert er her at nevna, at eisini Ragnhild Dam var leikari í hesi lýsing. Lýsingin legði tó sera nógv upp til, at tað ikki snúði seg so nógv um tanntráð, men heldur um, hvussu teirra fyrsta seksuella uppliving var. Tað varð nógv tosað og kjakast um hesa lýsing, og summir hyggjarir vildu vera við, at lýsingin ikki var egnað børnum, og at hon var beinleiðis flóvisligt at hyggja eftir. "Ráa freistingin" hevur tó ikki fingið tílík ring skoðsmál, og kemst hetta møguliga av, at seksuelli tónin í lýsingini er meiri fjaldur, enn tann í áður nevndu lýsing. Endamálið hjá Stóragarði kann sigast at hava eydnast. Sølan av sushi tykist at ganga væl, og ungdómurin hevur tikið væl ímóti hesum leskiliga gloypibita. Tá ein sum nýggj fyritøka kemur inn á marknaðin, er ofta neyðugt at leita sær til heldur serstakar loysnir. Tað er áhugavert, at sex skal selja, og at seksualitetur ger okkum forvitin. Men tá ein veit, at sex selur, hví so ikki selja vøru sína á bestan hátt, júst sum Stórigarður gjørdi. Fennika Annika Skaalum (f. 1958 - ) er rithøvundur av stuttsøguni Fennika úr Vencil nr. 15/2015. Hon er uppvoksin í Vági, er urtagarðskvinna og cand. phil. í søgu og siðsøgu. Hon starvast á Landsskjalasavninum og er miðnámsskúlalærari. Stuttsøgan byrjar in medias res, og einki annað enn hvat fer fram og verður hugsa inni í handlinum, verður lesarinum upplýst. Frá tí at høvuðspersónurin stendur í bíðirøð til nikotinstinkandi gentan kemur til hin kassan, ið er endin av søguni, fer alt fram inni í handlinum, og tí er her talan um tíðarraðabygnaða, har ið gongdin fer fram í tíðarrøð. Einki er av framlitum í søguni, men tó er afturlit, tá ið høvuðspersónurin minnist aftur á fyrstu ferð, piparfruktin kom í handlarnar. Søgan verður søgd samstundis, sum hendingarnar fara fram, og er tí søgd við medlit. Hendingarnar fara fram inni í einum matvøruhandli og fevna um eitt lutfalsliga stutt tíðarskeið á eini tíggju minuttur til eitt korter, har ið høvuðspersónurin stendur í røðini og bíðar ótolin. Umhvørvið verður sætt og greitt lesarinum frá ígjøgnum eyguni og hugsanirnar hjá høvuðspersóninum, ímeðan hon stendur í bíðirøðini og eygleiðir umstøðurnar. Teir tveir kassarnir í handlinum eru tætt at inngongdini við sjálvvirkandi glashurðunum, og lesarin verður gjørdur kunnugur um, at veðrið er av tí góða júst hendan dagin. Tað er ein sjáldsamur vakur, stillur og ljósur gerandisdagur, og hettar bendir á, at veðrið fyri tað mesta er ringt og keðiligt. Av tí sama, er ikki óhugsandi, at søgan fer fram í Føroyum, orsakað av tí ofta ringa veðrinum, og eisini hvussu høvuðspersónurin umtalar piparfruktina, tá ið hon fyrst kom í handlarnar. Sosiala umhvørvið verður ikki væl upplýst í stuttsøguni, og hóast klædnastílin hjá fennikumanninum, ber ikki til at siga við vissu, um hann er fátækur ella fíggjarliga væl fyri. Hettar leggur høvuðspersónurin eisini dent á, tá ið hon eygleiðir hann, ímeðan bíða verður í røðini. Tó kann viðmerkjast, at handilin tykist at vera fremmant umhvørvi fyri fennikumannin. Høvuðspersónurin, ið skal sigast at vera regluligur kundi í matvøruhandlinum, er fulvissur í, at ongar fennikur eru at finna í handlinum, og at maðurin bert hevur verið sera heppin í sínum óvitni. Í stuttsøguni verða hátalari og sms-ir eisini nevnd, og av tí sama kann ein kanska hugsa sær, at hendingarnar fara fram í dag. Í hvussu so er, er tað ikki langt burturi frá, at søgan er viðkomandi fyri nýmótanstíð, har ið hátalarir og sms-ir verða brúkt so at siga gerandisliga. Høvuðspersónurin í søguni verður ikki nevndur við navnið, men tó verður lesarinum upplýst, at talan er um eitt konufólk. Hettar sæst á sjeyndu síðuni, har ið tað stendur - "Og so høvdu tey í besta føri hildið meg vera ein lygnara og í ringasta føri eitt illkvendi". Eingi nøvn eru í stuttsøguni, og vit fáa at vita, at høvuðspersónurin stendur ótolin í eini langari bíðirøð til kassan. Tá ið fennikumaðurin kemur at standa aftanfyri seg, byrjar hugflogið at seta í gongd, og bæði tankar og gitingar koma fram. Tað sæst á høvuðspersóninum, at hon onkursvegna verður illa til passar av manninum, og hvussu fast hann heldur fennikuni í hondini. Hon øsist spakuliga inná støðuna hjá sær, og tykist at hava hug til at skelda mannin. Ímeðan staði verður í røðini, og høvuðspersónurin eygleiðir unga dreingin við kassan, sum longu hevur rópt í hátalaran um hjálp at koma til hin kassan, koma møguligar sjálvsroyndir hjá henni fram. Hon sigur, at ímeðan hesin ungi drongurin, ið er nýggjur í starvi, stendur og stríðist og strevist, sita hini starvsfólkini aftanfyri á lagrinum og roykja, senda sms-ir og tílíkt. Tá hettar er sagt, tykist tað, sum hevur hon sjálv verið í slíkari støðu, og tað sæst eisini, tá hon hevur hug til at taka synd í kassameistaranum. Hóast høvuðspersónurin bæði er ótolin og svangur, hevur hon ein skiljandi hugburð yvir fyri starvsfólkunum, sum veruliga gera sítt arbeiði. Hon ilskast kanska tí heldur inná fennikumannin, ið stendur aftanfyri seg og andar í nakkan á sær. Hettar er ein ógvuliga eygleiðandi og hugsunarsamur persónur, sum tykist at hava sterkar meiningar, tá ið tað kemst til aðrar persónur, men sum hon kortini heldur til sín sjálvs. Í øðrum orðum er hon dømandi og ger sær gitingar, um hví maðurin er ílatin sum ein arbeiðsleysur, og hugsanir um hvussu hann og konan gera mat heima Maðurin við fennikuni er klænur og miðskeiðis í tríatiárunum. Hann gongur í sera slitnum inniskóm, og hevur hann eisini ein militergrønan jakka, ið tykist at vera ein nakað spontanur klædnastílur, sum hóskar til ein slíkan skundmiklan dag, um ein júst er komin inn um dyr, og hevur latið seg úr arbeiðsklæðum og tílíkum, og síðani brádliga verður biðin um at leypa til keyps. Um hugsa verður um umhvørvið í stuttsøguni, samsvarar hettar ikki væl við vanliga føroyingin, ið vanliga ikki er ílatin inniskóm, og so slett ikki einum slitnum parið. Av her kemst so eisini illgrunin hjá høvuðspersóninum viðvíkjandi fíggjarligu støðuni og starvi hjá manninum. Maðurin er giftur, ið sæst á giftiringinum á fingrinum, og hann heldur óvanliga fast um fennikuna, ið fær knúgvar hansara til at hvítna. Søgan verður søgd við innara sjónarhornið, har ið lesarin fylgir høvuðspersóninum og hennara hugsanum ígjøgnum allan tekstin. Málburðurin í tekstinum er væl skiljandi, men kortini tykist tað, sum eru nógv óneyðug lýsingarorð og setningar. T.d í byrjanuni av stuttsøguni hoyrist, at høvuðspersónurin hevur hug til at leypa á viðkomandi frammanfyri seg í røðini, og skræða hann í seg. Tað er ein ógvuliga langur setningur, bert fyri at lýsa hvussu svangur ein er. Harafturímóti gevur tað søguni ein onkursvegna fangandi lesna, og lesarin verður noyddur til at hugsa eitt sindur meir enn vant. Tó skal viðmerkjast, at tað ikki er torført, at skilja týdningin í slíkum setningum. Tað ber kanska her til at samanbera við eyðkennið frá barokk stílinum, har ið tað er ein nakað grovur og oyðslusamur háttur at skriva uppá. Oyðslusamur á tann hátt, at lýsingin kundi ivaleyst verið munandi styttri og øðrvísi orða, við minni blóðugum orðum. Av tí sama er huglagið á ein hátt nakað áleypandi, ella illfúsið, og háðandi, tá ið hugt verður at hugsanunum hjá høvuðspersóninum, og hvussu hon lýsir øll fólkini, ið koma og fara í handlinum. Myndamálið í søguni er kanska heldur torskilt enn einfalt, og lesarin verður noyddur til at kannað gjølla eftir, hvør týdningurin kann vera. Í stuttsøguni verða tey skundisligu fólkini samanborin við ránsdjór, har tey eru á veiðu eftir dagsins fongið, ið kanska kundi ímynda dagsins døgurða. At fólk eru íðin eftir at keypa, og ótolin tá tað kemst til at standa í røð, kann samanberast við hungurin hjá einum svongum djóri, ið sleikir sær um kjaftin tá máltíðin er í nánd. Hettar ger rithøvundurin eisini á fyrstu síðuni, har tað stendur - "øll við sama, tóma, jagstrandi eygnabrái, ið boðar frá blóðsukri, ið stendur í botni..." og "Tað skríður í tøkutonnunum nú, so eg...". Eyðkenni fyri slíka ímyndan er metaforur, og ikki samanbering, orsakað av at tað verður sagt óbeinleiðis. Annað dømi uppá møguligt myndamál er fennikan, ið maðurin so kroystandi heldur um, soleiðis at knúgvar hansara hvítna. Av tí at maðurin hevur ein giftiring á fingri sínum, byrjar høvuðspersónurin at lukta angan av fennikuni, orsakað av at ringurin borar seg niður í hana. Tað er ikki óhugsandi, at rithøvundurin hevur sett hesi bæði í samanhang, við tí málið fyri eyga, at hettar skal ímynda eitt parlag, antin av tí sterka ella veika slagnum. Um fennikan verður tulka sum parlagið hjá fennikumanninum, og møguligi konu hansara, er hettar kanska orsøkin til, at hann heldur so fast um hana. Um ein ikki heldur væl fast í fennikuni, flýggjar hon møguliga burtur, sum eisini verður nevnt í tekstinum á síðu sjey - "Og kanska heldur hann, at hon flýggjar, um hann ikki gøllheldur henni.". Høvuðspersónurin heldur ikki mannin vera rættsiktaðan, og soleiðis kann tað ivaleyst eisini skiljast. At maðurin er bangin fyri at missa konu sína, ella í hesum førum fennikuna, um hann ikki heldur nóg fast í henni, er skaðandi. Tað er bæði sunt og ósunt fyri støðuna, sum eisini kemur til sjóndar, tá ið angin av fennikuni spýrar í luftini. Um hann ikki heldur fast missur hann hana, men av tí sama oyðileggur hann hana. Hettar kann møguliga tulkast sum ein áheitan, har ið neyðugt er at finna javnøki, um eitt, í hesum førum, hjúnaband skal varðveitast. Tað er ikki sannlíkt hvussu ein og hvønn ímyndan skal tulkast, og tí eru eisini ofta ymsir týdningar. Um fennikan ímyndar hjúnaband, er hugsandi, at hettar eisini er orsøkin til, at høvuðspersónurin ilskast inná mannin í bíðirøðini. Vanliga verður ein illur, um annar hevur eitt hvørt, ið ein sjálvur saknar. Møguliga hevur hon verið í einum óeydnaðum parlagið, ella ongantíð sjálv roynt tað, og verður tí smá ill av tankanum. At hon á síðu fimm sigur - " Við endan á ermuni á militergrøna jakkanum, har hondin hjá honum kagaði útundan, sá eg tá - ikki eina hondgranat - men..." tykist innibera speisemi, heldur enn ein ímyndan. Speisemi kemst av, at hann gongur í einum militergrønum jakka, men skuldi ein tulka myndina, ber her til at seta í samband við hjúnabandið aftur. At byggja upp eitt hjúnaband fyrigongur yvir eitt langt tíðarskeið, vanliga í hvussu so er, men lítið og einki skal til, samanborið við uppbyggjanina, fyri at skræða bandið í sundur. Sama er við eini hondgranat, har viðkomandi bert skal taka jarn pinnin úr hongslinum, og síðani fer hon í luftina. Sera einkult at nýta, men torført at framleiða. Eisini skal viðmerkjast, at fennikan er, samanborið við piparfruktina, sera spennandi og fer neyvan at verða keðilig, sum tíðin líður. Yvir longri tíð kann eitt hvørt parlag blíva keðiligt og missa neistan, og tí er spennandi, at hann keypur eina fenniku, ið er heldur sjáldsom. Nøkur temu í søguni eru kærleiki - hatur og gerandisdagar. Høvuðspersónurin ilskast inná mannin, og maðurin elskar konu sína, so her eru mótsetningar uppi ímóti hvørjum øðrum. Av tí at hettar er ein gerandisdagur, og fólk eru svong eftir langan arbeiðsdag, er ikki til at vita, hvørjum ein rennur seg á í eini slíkari røð sum hesari. Ein giftur maður í slitnum innanduraskóm og militerjakka, at kassin frystur og alt steðgar upp, ella at nikotinstinkandi gentan enduliga ger sítt arbeiði. Lívið hevur ein hóp av óvæntaðum at bjóða uppá, og tí ræður kanska eisini um, at ikki vænta ov nógv av nøkrum. Møguligt vónsvik kann liggja um hvørt horni, og um tað er heima ella úti, er ikki álagt. Á sama hátt gerst lívið spennandi og áhugavert, eins og fennikan er óvænta at finna í matvøruhandlinum, er hon spennandi og tekur av bóli. Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum Ævintýrið, "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" er skaldskapur av mannamunni, tí at vit fáa ikki at vita um nakran ávísan rithøvunda, men ævintýrið er blivið fortalt ígjøgnum tíðirnar. Ævintýrið er blivið sagt frá í einari beinari tíðarrøð. Tað eru eingi afturlop ella vendingar í tekstinum. Frásøgnin er prentað á vanligum føroyskum skriftmáli. Hetta er gerandis mál, tí í tekstinum er einki sum bendir á gamlan málburð ella háføroyskan málburð. Ævintýrið snýr seg í stuttum um ein vitugan drong, ið fer heimanifrá, av tí at faðir hansara ikki longur klárar at breyðføða honum. Drongurin ger av, at fara og finna sær eitt arbeiði og fær hann tað frá konginum í kongsgarði hansara. Hann verður væl dámdur og verður tí tikin fram um teir høgu harrarnar, sum vóru har framanundan. Teir høgu harrarnar gera tí av, at lúgva um drongin fyri konginum, sum avleiðing, endar drongurin við tórførum uppgávum. Tað blivu tilsamans 4 lygnir, tann fyrsta var um eina vakra fuglafjøður, tann næsta var um at finna makan til henda fugl, tann triðja var at heinta upp sjey tunnur av ertrum og tann síðsta var at fáa kongsdóttrina heim aftur. Fyri at fáa hjálp við hesum uppgávum, fer hann í eitt hús í skóginum har tríggir menn búgva. Eftir at drongurin hevur klárað allar uppgávurnar, gera hann og kongsdótturin av, at fortelja konginum um allar lygnirnar, sum teir høgu harrarnar høvdu logið fyri konginum. Síðani blivu harrarnar brendir á báli. Drongurin fær til síðst kongsdóttrina og ríkið eftir kongi, tá hann doyr. Tey áttu nógv børn og livdu eitt enduríkt lív. Í hesum ævintýri eru fýra frásøgu kynstur galdandi. Tað fyrsta kynstri, sum er við í hesum ævintýri er; "trýtals kynstrið". Hetta sær man, tá ið tað eru trý av onkrum í ævintýrinum. Í júst hesum ævintýri koma nógv at hesum dømunum til sjóndar. Fyrst hava vit teir tríggir mennirnir úti í skóginum, teir tríggir vegirnir niðri á havbotninum, tey trý tornini og tá drongurin hevði drukkið trýggjar ferðir av krukkuni, varð hann mentur at taka svørðið av naglanum og gera av við sjótrøllið. Næsta kynstri sum kemur til sjóndar, er; "endurtaks kynstri". Hetta merkir, at vit hoyra tað sama endurtaka seg í tekstinum. Í hesum ævintýri hava vit eitt einstakt dømi uppá júst hetta, sum er aftursvarið frá teimum trimum monnunum í skóginum, sum verður endurtikið fýra ferðir; at tann fyrsti tekur synd í dreinginum, tann næsti samtykkir og biður tann triðja leggja honum ráð til rættis og tann triði gevur honum ráðini. Tað triðja kynstrið er tann gandakendi alheimurin. Tað vísur á, at vit fara frá einum veruligum alheimi til ein gandakendan. Hetta hava vit dømi um í hesum ævintýri. Drongurin sígur niður eftir línuni til hann kemur til heimið hjá sjótrøllinum, har tað eru grønir vøllir við gøtum og tornum. Í hesum gandaheimi finna vit eisini eina krukku, við gandadrikki. Drekkur drongurin av hesum gandadrikki, fær hann megi at gera av við sjótrøllið. So koma vit til tað síðsta kynstrið, sum er; "Siðalæra". Tað kemur av tí, at vit sanniliga læra nakað av hesum ævintýri. Tí sum vit síggja allar fyrst í ævintýrinum, livir drongurin í tronkum korum, av tí at faðir hansara fær ikki givið honum, tað ið honum tørvar, tildømis mat, sum eisini verður nevnt. Hann verður tí noyddur at fara út og leita sær eftir einum arbeiði. Longri vit lesa ígjøgnum ævintýrið, kemur drongurin í eina mótstøðu frá teimum høgu harrunum, sum misunna honum hansara vitan. Høvuspersónurin í hesum ævintýri er drongurin. Vit faa einki nágreiniligt at vita um hann, men vit fáa innlit í at hann er fátækur, av tí at pápi hansara klárar ikki at geva honum mat í munnin. Hetta ger hann til eina antihetju. Síðani fær hann arbeiði og klárar at fáa kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum, og ger hetta hann til eina hetju. Hann hevur klárað alt og fær afturløn. Hann fær kongsdóttrina, ríkið, nógv børn og eitt endurríkt lív. Stutt sagt endar hann við, at verða ríkur og eydnusamur. Síðani hava vit ein kong, kongsdóttirm hansara arbeiðarar, sum eru teir óndu høgu harrarnar og teir tríggir mennirnar. Ævintýrið kann setast inn í aktant frymilin. Fyrst hava vit kongin sum gevara, tí hann gevur dronginum dóttir sína sum finningarløn. Hetta førir við sær at kongsdótturin er objekt, meðan drongurin er mótakari. Drongurin kemur út fyri einari mótstøðu, og er tað her at vit hava harrarnar sum lúgva, fyri kongi, um drongin. Harrarnar royna at gera av við hann, men tó eydnast tað teimum ikki, tí báturin vildi ikki sigla uttan hann er við umborð. Tann næsta mótstøðan er sjótrøllið, av tí at hann hevur rænað kongsdóttrina við sær í dýpið, har eingin hevur kunnað fari og bjarga henni, uttan drongurin. Hetta ger so drongin til subjekt í ævintýrinum. Drongurin fær góða hjálp frá teimum trimum monnunum úti í skóginum, ígjøgnum allar fýra lygnirnar, og blíva teir til hjálparar. Í ævintýrinum koma nøkur myndamál til sjóndar. Eitt nú, teir tríggir mennirnir, sum eru mynd uppá tríeindina, faðirin, sonarins og heilagaðan anda. Tí í gjøgnum allan tekstin, fær drongurin hjálp frá teimum trimum monnunum. Tá ið einum tørvar hjálp, boðar hann eftir faðirinum, sonarins og tí heilagaða andanum. Sjótrøllið myndar tað ónda og vandamikla. Sum vit síggja ígjøgnum tekstin, so er tað sjótrøllið, ið hevur rænað kongsdóttrina. Tað fær tað ónda í konginum fram, tí hann vil hava dóttur sína aftur. Drongurin bindur kongsdóttrina í ta tjúkku línuna, og sjálvur bindur hann seg í tað klænu línuna. Hetta er mynd uppá stættarmunin millum teirra. Kongsdótturin fær ta tjúkku línuna, tí hon er í yvirklassanum, meðan drongurin fær tað klænu línuna, tí hann er í undirklassanum. Skógurin er mynd uppá tað fremmanda og myrka. Drongurin fær hesar uppgávurnar frá kongi av lygnum, og fær ikki sagt nakað ímóti. Hann fer í skógin, inn í tað myrka, at leita, tí hann er keddur og alt er so fremmant fyri honum, av tí at hann ikki býr hjá pápa sínum longur. Harrarnir verða brendir á báli, og er hetta ein mynd uppá kristindómin. Fyrr í tíðini brendi man heksur á báli, av tí at tær dugdu gand. Tískil blivu harrarnir brendir á bálið, av tí at teir høvdu logið uppá drongin. Teksturin er religiøsur, utfrá at gud verður ofta nevndur. Tildømis síggja vit at drongurin skal biða gud lata allar himmalsins fuglar koma og pikka dýri og heinta ertrarnar upp. Kongurin gongur í kirkju og hevur harrarnar við sær. Tey flestu ævintýrini hava ævintýreyðkennini; trý talið, tað ónda og góða, lív og deyði, og fátæk og rík. Hesi eyðkennini síggja vit í hesum ævintýrið, eins í ævintýrinum um Øskufíu. Í ævintýrinum um Øskufíu, doyr pápi hennara, og tá kom vend í. Fosturmóðurin slapp at ráða yvir henni. Hetta dømi síggja vit í ævintýrinum um drongin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjóðtrøllinum. Tó doyr pápin hjá dronginum ikki, men pápin má biða hann fara heimanífrá at finna sær arbeiði, tí hann var ikki mentur at breyðføða dronginum. Øskufía verður síðani arbeiðsgentan hjá fosturmóðurini og skal gera júst tað, ið hon biður hana og kann einki siga ímóti henni. Í ævintýrinum um drongin, blívur hann eisini arbeiðsdrongurin hjá kongi. Hann skal gera hesar fýra uppgávurnar fyri kongin, sjálvt um hann heldur tað verða ómøguligt hjá honum at klárað, og sleppur ikki undan. Forsturmóðurin er tann ónda, tí hon vil ikki lata øskufíu sleppa til veitsluna hjá prinsinum. Og hetta kann samanberast við tað ónda sjóðtrøllið, tí tað hevur rænað kongsdóttrina. Trý talið kemur aftur í báðum ævintýrunum. Tildømis í ævintýrinum um Øskufíu síggja vit tær eru tríggjar systrar. Og í ævintýrinum um drongin, eru tað teir tríggir mennirnir. Eisini ringir klokkan tríggjar ferðir í ævintýrinum um Øskufíu. Drongurin drakk tríggjar ferðir av krukkuni. Øskufía fær hjálp frá djórum, somuleiðis fær drongurin í hesum ævintýrið hjálp frá fuglum. Tá Øskufía kemur inn til brúdleypið hjá prinsinum og systrini, verður prinsurin órtúliga glaður og ger av at gifta seg við henni. Tey blivu gift og livdu eitt endurríkt lív. Sama er við ævintýrinum um drongin, eftir at hann hevði dripið sjóðtrøllið og fingið kongsdóttrina heim, fingu tey kongaríkið eftir at kongurin doyði. Tey áttu nógv børn og vóru góð í allar ævir. Fennika Stuttsøgan Fennika er skrivað av Anniku Skaalum (f. 1958). Annika er uppvaksin í Vági. Hon er urtagarðskvinna, cand. phil. í søgu og siðsøgu. Hon arbeiðir á Landsskjalasavninum og er miðnámsskúlalærari í studentarskúlanum í Hoydølum. Stuttsøgan er úr Vencil nr. 15/2015. Stuttsøgan er um eina kvinnu, sum stendur í eini bíðirøð í einum matvøruhandli. Bíðirøðin er long og kvinnan stendur aftast í røðini, og skal bara keypa tvær vørur. Ein klænur maður miðskeiðis í tríati árunum kemur innar í handilin, og lítla løtu seinni stendur hann aftanfyri kvinnuna við eini fenniku í hondini. Ein ungur drongur situr við kassan, og gjaldskipanin frystir og hareftir steðgar bíðirøðin fullkomiliga upp. Kvinnan granskar mannin aftanfyri seg í bíðirøðini sera gjølla, og ger sær sínar egnu hugsarnir um øll møgulig viðurskiftir, og tað setir lesaran í samband við ein vanligan gerandisdag í einum matvøruhandli. At enda í stuttsøguni kemur ein nikotinstinkandi smágenta til hin kassan. Stuttsøgan fevnir um eini tíggju minuttir ella í hægstalagi eitt korter. Í søguligari tíð kann man siga at stuttsøgan gongur fyri seg í nú'inum í 2015. Í stuttsøguni verður hátalari, elektronisk gjaldskipan og sms-boð nevnd, so tað eru prógv uppá at søgan gongur fyri seg í eini nýmótanstíð. Stuttsøgan byrjar í medias res. Gongdin í stuttsøguni fer fram í tíðarrøð, so talan er um tíðarraðarbygnað við afturlitum. Gongdin í søguni fer fram í einum handli, og nógv bendir á, at tað er í Føroyum søgan fer fram. "Sjálvandi skuldi bíðirøðin vera long, og eg standa aftast, ein sjáldsama vakran dag sum í dag - ein stillur, ljósur, einsamallur góðveðursdagur, í longu bíðirøðini av físandi, døkkum, vátum illveðursdøgum". (Linja 2 - 4 s. 5) Veðurlagið í Føroyum er merkt av nógvum illveðursdøgum, og harvið nógv færri góðveðursdøgum eins og í søguni. Nógv peikar á, at tað kann vera um várið, tí tað er tann mest svikaliga árstíðin við veðrið. Kassaøkið í handlinum er beint við inngongdina. Tað eru tveir kassar í matvøruhandlinum. Har arbeiða fleiri arbeiðsfólk, hóast bara ein er við kassan gjøgnum meginpartin av stuttsøguni. Annars er umhvørvislýsingin ikki serliga væl lýst í stuttsøguni. Afturlit: "Eg minnist forrestin, tá piparfruktir ikki vóru keðiligar, men so nýggjar, ókendar og spennandi, at einans tey djarvastu vágaðu sær at keypa tær, og eg minnist eisini, hvussu tær so líðandi blivu vanligar og keðiligar sum øll hini keðiligu grønmetini." (l. 84-87 s. 6-7) "Men eg visti tað, og eg hevði ikki funnið uppá at komið higar at keypt hasa fennikuna, sum hann nú stendur og kroystir til avlívs." (l. 91-92) Hetta er eitt dømi um persóngerð. Persóngerð er, at óítøkilig hugtøk gerast ítøkilig og fáa menniskjansligar eginleikar. Tað er sum fennikan er eitt menniskja og hevur verið á lívið, meðan hon hevur ligið inni í handlinum. Í stuttsøguni er greitt, at man kann samanbera nýggju keypi-mentanina við gomlu áleypandi veiðu-mentanina. Fólkini í stuttsøguni vera sædd sum ránsdýr, meðan vørurnar í matvøruhandlinum vera sædd sum ofrini. Tíðin broytist allatíð og vit broytast við, og hetta hevur serliga sett sín dám á okkara smásamfelag. Frá byrjan av í stuttsøguni sær ein tekin um at handilsørindini eru blivin aktuel ístaðin fyri gomlu veiðuna av ymiskum djóra- og fiskasløgum. "Tilkomin fólk í handilsørindum kvikaðu sær uttan íhald inn og út eftir arbeiðstíð, slotandi og snoddandi - øll við sama, tóma, jagstrandi eygnabrái, ið boðar frá blóðsukri, ið stendur í botni, og at tey á dagligu veiðuferð síni í evstu løtu hava rakt við, ella sett klørnar í, dagsins fong " (l. 6-10 s. 5) Rithøvundurin vísir á fleiri slík sitat við veiðu og stremban eftir teimum ómissandi og umráðandi vitaminunum í øllum kosti, serliga í byrjanini av tekstinum. Fólk og djór eru tískil ikki heilt ólík, tí báðir skapningarnir eru ótolnir og ágrýtnir, tá tað kemur til at skaffa føði til børnini ella ungarnar, og til sín sjálvs er eitt tað týdningarmiklasta í heiminum. Bara fyri at taka eitt dømi, so kundu vit menniskju verði samanborin við eina leyvu, sum sleikir sær um kjaftin og hungrar eftir eini dygdargóðar máltíð. Vørurnar kundu verði samanborin við eitt jóturdýr, og handilin verði samanborin við veiðulendið. "Eg hevði so stórar vónir til hesar vørur, at tað við vissu fór at forða mær í at leypa undir kvørkrarnar á næsta mínum í bíðirøðini, bíta pulsæðrina tvørturav og síðan skræða mær ein feskan kjøtbita burturav " (s 5 l. 14 - 16) Hetta sitati er kanska eitt sindur ógvusligt, men tað sigur okkum reiðiliga, hvussu vit høvdu noyðst at liva av hvørjum øðrum um vit ikki høvdu onnur undir okkum í føðiketuni. "Hvør av øðrum liva má" ljóðar eitt orðatal og tað er tann beiski veruleikin. Svongd á fólk kann ávirka heilan, so mikið nógv, at vit vera í ørviti og frá okkum sjálvum, og harvið í ringasta føri kunnu fremja mannaátara atsóknir. Metaforar vera brúktir nógv sum til dømis: "hvussu heilt fitt av adrenalini súsaði inn í sukurfátæka blóðrenslið av tankanum" og "Tað skríður í tøkutonnunum nú". Merkisvert er at nevna og viðmerkja setningin, tá hon sigur, at hon sá ikki eina hondgranat, men eina fenniku. Av tí at hesin maður við eini fenniku í hondini sær óvanligur og ótraditionellur er fyrsta fatan av manninum sera ógreið. Vit hoyra nógv í miðlunum í dag um yvirgangsmenn og yvirgangsatsóknir og mín beinleiðis fatan sum lesari av søguni var útfrá hennara tonkum var ein óttafull kensla og andstygd á henni av hesum fremmanda um so skuldi verið yvirgangsmanni. Fennikumaðurin hevur heilt klárt sínir egnu tankar at passa, hvat man hann hugsa, tá hann kleimir og kroystir fennikuna so hart? Hjúnarbandið hjá honum og koni síni man sikkurt ikki vera á røttu kós. Tað er týðiligt at hann hevur eina innaru vreiði, ið hann má sleppa av við, áðrenn hann styggir øll onnur rundan um seg burtur. Fennikan kann vera tekin um hvussu teirra parlag er í løtuni. Fennikan sum er so sjáldsom í Føroyum, og maðurin sum helst er útlendingur hava tað í felag, at tey ikki hava megnað at gerast góðtikin í samfelagnum. Høvuðspersónurin í stuttsøguni er ein kvinna, og einasta dømi, sum eg havi at prógva tað við er á linju 103-105, og har stendur: "Og so høvdu tey í besta føri hildið meg vera ein lygnara og í ringasta føri eitt illkvendi." Einki navn nevnt í stuttsøguni, og tískil er høvuðspersónurin navnleysur. Kvinnan er ótolin, og stendur aftast í bíðirøðini, inntil maðurin við fennikuni kemur at standa aftanfyri hana. Tað er týðiligt at kvinnan er ørkymlað og øst inná støðuna, sum hon er komin í. Kvinnan hevur í síni kurv nakað, sum kallast Kæmphotter pylsur, og ein pakka av pylsubreyði. Bíðirøðin flytir seg við snigla fer og kvinnan byrjar at taka synd í neyðars tannára dronginum við kassan, tí eingin av hinum viðskiftarfólkunum kemur honum til hjálpar. Kvinnan følir samkenslu við dronginum við kassan. Av tí at bíðirøðini var heilt uppsteðgað og gjaldskipanin fryst, so fekk kvinnan snara sær á og sneyta og lúrt afturum seg. Harvið fekk kvinnan kannað hendan mannin aftanfyri seg meiri gjølla, sum hevði eina sjáldsama fenniku í hondini. kvinnan tykist at vera bangin fyri tí fremmanda aftanfyri seg í bíðirøðini, og tað liggur eisini til tann siðvanda føroyingin at vera bangin fyri tí fremmanda. Í miðlunum, sjónvarpinum, tíðindunum og í bløðunum verður nógv tosað og skrivað um flóttafólkastreymin í Europa. Fólk í Føroyum eru ósamd í, um tað er skeivt ella rætt at taka tey til Føroyar, tí ímillum flóttafólkini eru nakrir yvirgangsmenn, ið skjótt kunnu venda kósini hjá landinum. Kvinnan er sera hugsunarsom. Hon er nokk fastur kundi í handlinum og undrast á, hvussu maðurin aftanfyri seg hevur megnað at funnið eina fenniku. Hon kemur tó til ta niðurstøðu, at tað einans er av tilvild. kvinnan er ein dømandi persónur og ger sær ymiskar gitingar, sum til dømis hvussu viðkomandi maður hevur fingið fatur í eini fenniku, hví hann er farin fyri at keypa eina fenniku o.s.fr. Høvuðspersónurin hugsar at fennikumaðurin møguliga er fíggjarliga illa fyri, tí hann gongur í inniskóm. Kvinnan ilskast inná fennikumannin, tí hann kroystir fennikuna harðliga, so angin stendur úr henni. Tað er ikki vanligt at gera á einum slíkum almennum staði. Tað er ein samanrenning av svongd, ótolni og strongd, ið tykist at føra fram hennara sinniliga ágangandi medferð í bíðirøðini. Hennara øði gongur fyrst og fremst út yvir fennikumannin, ið stendur og andar hana í nakkan, og gøllheldur eini fenniku. Hareftir leggur hon eftir tí meinkunnuga handlinum, ið hon heldur hevur svikið hana. Innantanna skeldar hon mannin við fennikuni, og um tað var rætt burdi hann ikki funnið hana inni í handlinum. Hann átti at víst størri gleði og víst størri nøgdsemi við at handilin hevði bílagt tær skeivt til hesa vikuna heldur konan. Kvinnan kundi lært av orðatakinum: Eingin fer illa av, at annar fer væl. At enda í søguni hugsar hon um mistøk sum heild. Hon hugsar at handilin hevur framt eitt lítið mistak í mun til onnur mistøk á jarðarknøttinum, og at tað ongantíð verður lagt til merkis og hvørvur síðani við tíðini. Hon heldur eisini, at hann burdi sett meir prís á at finnekurnar vóru bílagdar, men tað veit hann sjálvandi einki um, eftirsum hann ikki er fastur kundi í handlinum. Um ikki hatta eina dømi nevndið, at tað var ein kvinna, so hevði eg mett at stuttsøgan snúði seg um ein mann orsaka av ódligu og dømandi tankagongdini, ið fer fram gjøgnum størsta partin av stuttsøguni. Drongurin við kassan er undir stórum arbeiðstrýsti alla stuttsøguna á tamb. Drongurin, sum røkir sítt fyrsta starv á síni lívsleið endar í einum veruligum hurlivasa, tá gjaldsskipanir vera óvirkin og eingin er at hjálpa honum. Hóast óhepnu støðuna hann er endaður í klárar hann at vera siðiligur Tann nikotinstinkandi smágentan verður bara nevnd einaferð í øllum tekstinum. Tað er í endanum, tá hon veitir dronginum við kassanum eina hjálpandi hond, og fær glið á røðina. Maðurin við fennikuni verður lýstur sum ein klænur maður miðskeiðis í tríatiárunum. Hann er lættur á fótum og slapp sær smidliga inn í handilin. Hann líkist ikki tí siðbundna- og gerandis hugmyndini av tí vanliga føroyinginum. Ørindi hansara var bara at keypa eina fenniku, og móttakarin/lesarin fær einki at vita um hansara bakgrund. Maðurin er ílatin ein militergrønan jakka og er í inniskógvum, sum má sigast at vera ein spontanur klædnastílur. Ein góðveðursdag er tó ikki óvanligt at ganga í inniskóm, men hansara inniskógvar vóru litfarnir og slitnir. Tað er tí til at skilja, hví kvinnan hevur hugsa hann at vera fíggjarliga sperdan. Óvist er um hann yvirhøvur hevur nakað arbeiði. Hann heldur rimmarfast í fennikuni í aðrari hondini, so fast at knúgvarnir hvítnað. Hann kann eins og kvinnan vera svangur og tað er møguliga atvoldin til at hendan fennikan fær so ringa lagnu. Maðurin hevur onga hóming av, hvussu heppin hann er at hava funnið eina fenniku í júst hesum matvøruhandli. Maðurin er giftur og orsøkin til hann keypir fennikuna er allarhelst tí, at tað er sjáldsamt, spennandi og nýtt. Hann vil varðveita sambandið við konuna hjá sær og eitt parlag kann ofta blíva keðiligt við tíðini. Í stuttsøguni ganga nakrir týdningarmiklir mótsetningar aftur fleiri ferðir sum til dømis: tað nýggja spennandi - gamla siðbundna. Tað fremmanda og ókenda - tað kenda og kunnuga. Hatur - kærleiki og friður og ófriður. Talan er um innara sjónarhorn. Stuttsøgan verður sædd gjøgnum eyguni á kvinnuni í bíðirøðini, og søgan er søgd í 1. persóni. Lesarin kennir allar hugsanir hjá frásøgufólkinum ígjøgnum allan tekstin. Málið í stuttsøguni er sera gerandisligt. Huglagið sum verður ment gjøgnum stuttsøguna er negativt, ræðandi, óhugnaligt og ironiskt. Summir setningar eru óvanliga langir, men eg haldi at annars er setningarnir miðal til longdar. Myndamálið er sera torskilt í hesari stuttsøguni, men tað er tað sum ger søguna eyka góða. Hvør einstakur tulkar myndamálið á ymiskar hættir, og tað er sera áhugvert. Orðini í søguni eru øll meiri ella minni til at skilja fyri almenningin. Teksturin kann vera í lítlan mun vera settur í eitt politiskt høpi. Realisma er ein isma, ið er verd at nevna. Teksturin hevur realismu, sum grundarlag undir sínum uppruna. Hendan stuttsøgan er serstakliga ringt at seta orð á temu, men kærleiki - hatur. Stuttsøgan er um gerandislívið, hvussu ein vanligur gerandisdagur í einum matvøruhandli kann fara fram. Tema kann vera um menniskjanum í miðdeplinum, um hvussu óvæntað lívið er og hvussu fákunnug vit eru sum menniskju. Ótti, fyri tí óvæntaða. Lívið er óútrokniligt, og tað er tað sum ger lívið so spennandi og hugtakandi. Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum Tað finnast ymsik sløg av ævintýrum og ævintýr verða ofta býtt í tveir bólkar. Tann eini er fólkaævintýr og hin bólkurin er kunstævintýr. Hóast hesi bæði sløgini av ævintýrum eru ymsikir, eru kunnu hesi ævintýr minna nógv um hvørt annað. Hetta er tí, at tað ber til at seta ævintýr í frymlar og ofta hava ævintýr eisini temu, ið er galdandi fyri rættiliga nógv ævintýr. Ævintýrið Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum er eitt fólkaævintýr. Eitt fólkaævintýr er eitt ævintýr, ið er borðin gjøgnum ættarlið frá munni til munn og tí kennist frásøgufólkið til hesi ævintýr ikki. Ævintýr kunnu deilast upp í bólkar og hetta ævintýri er eitt gandaævintýr. Tað, sum eyðkennir hesi ævintýr er, at tey hava gandakendar verur ella yvir náttúrligar hendingar í søgugongdini. Í hesum ævintýrinum er trøllið eitt dømi um eina gandakenda veru. Ævintýrið er fortalt í triðja persóni og við uttara sjónarhornið. Hetta er eitt eyðkenni hjá ævintýrum. Ævintýr sum heild, hava eisini nøkur eyðkenni. Tey fyriganga altíð uttan tíð og stað og kenslur og tankar verða ikki lýstir í ævintýrinum. Í ævintýrinum, Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum, er hetta eisini galdandi. Ævintýri snýr seg um ein sera klókan og fátækan drong, ið fær arbeiði hjá konginum. Av tí at hann er so klókur, fáa teir høgu harrarnir ringt eyga á hann og hetta leiðir til, at hann skal í gjøgnum tríggjar royndir fyri at lívbjarga sær. Í søgugongdini sæst, at talið trý ofta kemur fram. Hann skal í gjøgnum tríggar avbjóðingar frá konginum, hann møtur triðmum monnum í skóginum, á hav botninum er tríggjar gøtur at ganga á og á tí gøtuni hann skal eftir, eru trý torn. Fyri at megna at nýta svørið hjá trøllinum, skal hann drekka tríggjar ferðir av fløskuni. Til ber, at seta hetta ævintýri inn í aktantfrymilin. Í hesum gandaævintýrinum, er tann fátækið drongurin bæði subjekt og móttakari. Endamálið við hansara síðstu roynd er at vinna sær kongsríkið, men á veg í mótir hesum, møtur hann mótstøðu. Harrarnir eru øvundsjúkir og royna tí at forða honum, við at lúgva fyri konginum, um eginleikarnar hjá tí fátæka dronginum. Tí verða teir mótstandarir. Hjálparir eru tó eisini ein partur av aktantfrymlinum. Í hesum ævintýrinum eru menninir tann fátæki drongurin møtir í skóginum hjálparir. Kongurin er gevarin, tí tað er hann, ið at byrja við hevur ræði á kongsdóttrini og øllum ríkidøminum. Hetta gevur hann víðari til tann fátaka drongin, tá ið hann hevur megna at bjarga kongsdóttrini. Ævintýr hava altíð ein høvuðspersón ella hetju í søgugongdini. Í ævintýrinum Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum er hetjan tann fátæki drongur. Hann fer, sum hetjan í flestu ævintýrum, í gjøgnum eina menning. Tað ber til at býta gongdina í ævintýrinum upp í tríggjar partar. Tann fyrsti parturin er byrjanin, tá ið lesarin fær at vita, at pápin ikki klárar at breyðføða soninum og tí fer songurin at finna sær eitt arbeiði. Næsti partur er, tá ið sonurin hevur loyst seg frá pápanum og hevur fingið arbeiði hjá konginum. Eisini snýr hesin parturin seg um tær avbjóðingar hann møtur á vegnum. Tað er í hesum partinum, at menningin hjá høvuðspersóninum fer fram. Millum annað, tá hann fer út í skógin at leita sær hjálp og tá ið hann fer út á havið at finna kongsdóttrina. Triði partur er, tá ið hann hevur funnið kongsdóttrina og endar saman við henni. Hann tekur yvir kongsdømið, tá ið kongurin doyr. Ævintýrið endar við, at tann fátæki drongurin hevur vunnið kongsdóttrina og kongaríkið. Tann fátæki drongurin endar sum kongur og hetta merkir, at hann á fer síni, hevur megnað at vinna seg upp í eina hægri stætt. Hetta er eitt kent ævintýra eyðkenni. Nógv gandaævintýr eru bygd upp á ein slíkan hátt, at ein, ið at byrja við, er í eini lægri stætt, kemur úti fyri avbjóðingum, ið leiða til, at hann endar í eini hægri stætt. Hesin bygnaðurin kallast heima - úti - heim. Heima er áðrenn høvuðspersónurin fer í gjøgnum menningina. Úti er tann parturin, ið skapar menningina hjá høvuðspersóninum og heim er tann nýggja tilveran hjá høvðuspersóninum. Henda nýggja tilveran er nærmast altíð betur enn áðrenn menningin byrjaði. Í gandaævintýrum, er høvuðstema ofta menning og soleiðis er eisini í hesum ævintýrinum. Menningin byrjar, tá ið høvuðspersónurin fer heimanifrá og út í lívið. Her møtur hann forðingum, sum hann tó megnar at vinna á, við hjálp frá persónum, ið hann møtur á vegnum. At enda við kemur høvuðspersónurin á mál. Hetta leiðir til eitt lukkuligt lív eftir menningina, sum eisini er nakað, ið flest øll ævntýr enda við. Eitt annað tema í ævintýrinum er øvundsjúka. Tað er teir øvundsjúku harrarnir, ið seta gongd á avbjóðingarnar hjá høvuðspersóninum. Hetta er eisini eitt vanligt tema í ævintýrum. Ofta eru mótstandarirnir øvundsjúkir og tí royna teir at foðra høvuðspersóninum at vinna. Av tí, at ævintýr hava nógv felags eyðkennir, minna fleiri teirra um hvør annað, tó við summum ymiskleikum. Eitt ævintýr, ið minnir nógv um Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum er ævintýrið hjá H. C. Andersen Klods-Hans. Hetta ævintýrið snýr seg eisini um ein drong, ið eingin helt hava møguleika fyri at vinna sær kongsdóttrina. Tó megnar hann at fáa hana hóast alt. Ævintýrið Klods-Hans er tó eitt sindur annarleiðis. Klods-Hans er ikki einabarn og hansara orsøk fyri at royna at vinna kongsdóttrina er ikki tann sama, sum í ævintýrinum um tann fátæka sonin. Í Klods-Hans er tað kongsdóttirin, ið leitar eftir einum maka og hetta setur gongd í menningina hjá Klods-Hans. Tað sum ger, at hesi bæði ævintýrini minna um hvørt annað er, at tey bæði hva heima - úti - heim bygnaðin. Høvuðspersónarnir í báðum ævintýrunum er heima at byrja við. Teir fara heimanifrá og hóast hetta er av ymsum orsøkum, er úrsliti, at teir fara í gjøgnum eina persónliga menning. Bæði ævintýrini enda lukkuliga og høvuðspersónarnir enda báðir í eini hægri stætt, enn teir vóru í, áðrenn menningin byrjaði. Hóast talan er um eitt fólkaævintýr og eitt kunstævintýr, kunnu tey væl samanberast. Hetta er tí, at bæði kunnu setast í aktantfrymilin og tí at tey hava sama bygna. Eisini eru temuni í báðum ævintýrunum sera lík og hetta ger, at tey minna nógv um hvørt annað. Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum Ævintýrið "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" snýr seg um hvussu ein neyðstaddur persónur kann gerast eydnuríkur gjøgnum trúfesti og við at hava álit. Eftir heitinum á ævintýrinum, so snýr ævintýrið seg um ein drong, ið verður slatraður av harrunum hjá konginum vegna øvundsjúku. Drongurin verður tí noyddur til at gera ymiskar og torførar uppgávur, har hann endar við at bjarga kongsdóttrina. Ævintýrið er eitt skaldskap av mannamunni, ið hevur ferðast millum fólk, áðrenn ævintýri einaferð er blivið skrivað niður. Ævintýrið hevur neyvan upphavsrit í Føroyum, tí umstøðurnar í ævintýrinum kunnu ikki sammetast við umstøðurnar í Føroyum. Ævintýrið er úr bókini "15 Føroysk ævintýr", ið Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út í 2014. Í samband við útgávuna í stílevninum, hevur Lydia Didriksen endurskrivað ævintýrið i lættara málbúna. Ævintýrið er eitt fólkaævintýr, ið eisini verður kallað fyri uppruna-ævintýr, av tí tað hevur verið síðan av fyrstan tíð, tá ið ævintýrini spjaddust frá munni til munn. Eyðkennini í "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" leiða til, at ævintýrið er eitt gandaævintýr. Menningarsøga verður sera ofta funnið í gandaævintýri, har høvuðspersónurin skal stríðast og at enda verður fluttur á hægri stig. Høvuðspersónurin skal vanliga finna sær eydnu gjøgnum sínar ferðir og hugtakandi upplivingum. Eisini er eitt sjótrøll við, ið ikki hoyrir heima í okkara alheimi, men heldur í einum gandaheimi. Gandaævintýr eru ofta yvirnatúrlig, og í okkara ævintýri, eru tað fleiri yvirnatúrligar hendingar, til dømis at seglskipið ikki vil sigla, sjálvt um tað er nógvur vindur. Falskar hetjur eru eisini eyðkennir hjá gandaævintýrum og í hesum føri, eru teir høgu harrarnar hjá konginum mótsetningarnir hjá dronginum, ið gjøgnum ævintýrið royna at forða dronginum frá at finna eydnuna. Gandaævintýr hava ein grundbygna, sum ofta er skipa eftir leistinum Heima - Úti - Nýtt heim. Heima - Úti - Nýtt heim, verður sett í samband við byrjan, høvuðspartur og endi. Drongurin býr heima hjá pápanum, inntil hann gerst ungur, og verður noyddur til at fara "út" og finna sær arbeiði. Hetta umboðar hvussu hetjan í ævintýrinum broytist og mennist, frá hann er barn, og til hann blívur ungur. Tá ið drongurin er "Úti", verður hann noyddur til, sjálvur at finna sína eydnu, og vanliga er tað gjøgnum hugtakandi og vandamiklar avbjóðingar. Til endans eydnast tað altíð hetjuni, at finna sína eydnu, og fær sær tí eitt nýtt heim. Altíð verður tað eisini lovað hetjuni eina eydnuríka framtíð. Í ævintýrinum vinnur drongurin sær prinsessuna, og harvið jørðina hjá konginum, ið eisini er eitt sera vælkent eyðkenni í gandaævintýrum. Byrjanin í ævintýrinum er stutt og einføld. Av tí at byrjanin er stutt, so leggur ævintýrið serligan dent á høvuðspartin, har tað er nógvur tvídráttur millum drongin og teir høgu harrarnar. Klimaksið er beint áðrenn ævintýrið endar, tá ið teir høgu harrarnar kvetta línuna av hjá dronginum. Hetta er hæddarpunktið í ævintýrinum, tí hetta fær lesaran til at ivast, um hetjan megnar at vinna sær eydnu í síðstu avbjóðingini, ið ikki tikist gjørlig. Aftaná at drongurin megnar sína síðstu og mest torførastu avbjóðing, kemur endin, har drongurin livur allar sínar dagar í ríkidømi. Spenningurin í ævintýrinum er bygdur upp eftir avbjóðingunum hjá dronginum, ið gerast meira og meira torførar og á hendan hátt byggir ævintýrið til sítt klimaks. Tá ið tað verður bygt upp til klimaksið, er tað meiningin, at lokka lesaran til at halda, at drongurin longu hevur klárað allar sínar avbjóðingar, men fær tó eina síðsta og óvæntaða avbjóðing. Øll ævintýrini hava fleiri eyðkennir, ið kunnu síggjast umaftur gjøgnum tey ymisku ævintýrini. Hetta ævintýrið er heldur einki undantak, tí tað hevur eisini fleiri ævintýreyðkenni. Í fólkaævintýrum er tað vanligt, at persónarnir einki navn hava. Ístaðin fyri nøvn, so vera persónarnir ofta lýstir við einum heiti ella lýsingarorðið, sum til dømis "kongurin" og "tann klóki drongurin". Í ævintýrinum, verður drongurin lýstir sum fátækur og klókur. Harvið verður kongadóttirin lýst sum vøkur. Ævintýrið hevur ikki nógvar ymiskar persónar, men fylgir einum drongi, ið eisini er hetjan í ævintýrinum. Einki verður lýst um útsjóndina hjá dronginum, men vit fáa at vita, at hann er klókur. Aðrir persónar í ævintýrinum eru teir høgu harrarnar, teir tríggir menninir í húsinum í skóginum og kongadóttirin. Líka sum tey flestu fólkaævintýrini, so er frásøgumaðurin ein 3. persónur í er alvísur. Tað vil siga, at frásøgumaðurin hevur eitt stórt yvirlit yvir allar hendingarnar, og at hann veit longu frá byrjanini, hvussu alt kemur at ganga fyri seg. Talið trý og sjey, eru tvey tøl ið vera nógv nýtt í ævintýrum, og sjálvt um talið sjey ikki verður nýtt í hesum ævintýrinum, so verður talið trý nýtt fleiri ferðir. Tá ið drongurin kemur til húsini, har ljós brennir, hittir hann tríggir menn. Talið trý er eitt eydnutal, og tí er tað bert ráðið frá tí triðja manninum, ið dugnar dronginum. Hesir tríggir menninir kunnu eisini síggjast sum eitt myndamál fyri teir tríggir vísmenninir úr Bíbliuni. Talið trý kemur fram aftur í ævintýrinum, tá ið drongurin kemur til tríggjar gøtur, og so aftur eina seinastu ferð, tá ið hann kemur til trý torn. Drongurin verður eisini gjøgnum søguna noyddur til at klára tríggjar avbjóðingar, áðrenn hann megnar at bjarga kongsdóttrini. Nær við endan, tá ið drongurin skal taka svørðið, verður hann noyddur til at drekka tríggja ferðir áðrenn tað eydnast honum at drepa sjótrøllið. Líka sum tey flestu fólkaævintýrini, so vísir ævintýrið onga søguliga tíð ella ávíst landafrøðiligt stað. Tað verður lýst, at ein skógur er í umhvørvinum, men sjálvt um eingin skógur er í Føroyum, so hevði ævintýrið kunnað tikið støði í restini av Evropa. Í ævintýrinum er tað heldur einki mark millum tað veruliga og tað yvirnatúrliga. Bert við at hyggja at heitinum, síggja vit hvussu ævintýrið fer at vera yvirnatúrligt, tí eingi sjótrøll finnast í okkara heimi. Ein partur av ævintýrinum fyrigongur seg undir sjónum, tá ið drongurin skal bjarga kongsdóttrini . Undir sjónum megnar drongurin, at gera fleiri rørslur, ið vanlig fólk bert megna at gera á landi. Hetta týðir uppá ymiskar háttar á, at tað er luft heldur enn vatn undir sjónum. Kongsdótturin hevði heldur ikki megnað, at sitið sum fangi undir sjógvi í longri tíð, um ævintýrið var veruleikakent. Hetjan fær eisini styrki, aftaná hann hevur drukkið úr einari krukku, ið heldur ikki er nakað sum tykist gjørligt í okkara heimi. Eitt sum eisini sera ofta gongur aftur í fólkaævintýrum er endin. Í teimum flestu fólkaævintýrum, endar tað lukkuligt hjá hetjuni, har hann hevur klárað allar sínar avbjóðingar og fingið sína viðursløn. Tann mest serkenda viðurslønin í fólkaævintýrum er kongaríkið og prinsessan. Myndamál í ævintýrum kunnu ofta setast í samband við kristindómin. Eitt av teimum myndamálunum ið eg havi funnið, er at fuglarnir í ævintýrinum umboða einglar. Tá ið fuglarnir hjálpa dreinginum, eru teir bert saman við Guði, og hjálpa Guð við at stuðla dreinginum. Skógurin kann eisini vera eitt myndamál fyri tað ókenda og loyniliga. Krukkan sum drongurin fær frá kongsdóttrini, kann eisini vera eitt myndamál fyri styrkina, kvinnur kunnu geva monnum gjøgnum kærleika. Hetta ævintýrið kann bæði samanberast við "Øskudólgur" og við "Svínadrongurin" hjá H.C. Andersen. Í ævintýrinum um Øskudólg, skal Øskudólgur eisini gjøgnum tríggjar avbjóðingar áðrenn tað eydnast honum, at vinna sær kongsdóttrina. Í ævintýrinum hjá H. C. Andersen, megnar ein fátækur og klókur prinsur at vinna sær keisaradóttrina. Líka sum í ævintýrinum hjá okkum, so megnar Svínadrongurin, at gerast eydnuríkur sjálvt um, at hann bleiv føddur fátækur. Tað eru nøkur temur í ævintýrinum, har eitt av teimum er stríðið millum tað góða og tað ónda. Hetta er eitt tema, sum kann síggjast í sera nógvum ævintýrum, har hetjan vinnur ímóti tí ónda. Onnur temu í ævintýrinum eru menning, øvundsjúka, álit og trúfesti, vón og mót. Menningin í ævintýrinum er týðulig, har vit uppliva tað skiftið frá at vera barn til vaksin. Álit er eisini eitt tema, tí drongurin má gjøgnum søguna líta á teir tríggjar menninar í skógini og harvið eisini líta á Guð. Fyri at megna avbjóðingarnar, verður drongurin noyddur til at seta sítt álit á Guðiog síðani vóna, at Guð fer at stuðla honum. Guð umboðar tað góða, og tí stuðlar hann dronginum ímóti tí ónda. Teir høgu harrarnar bera øvundsjúku, og tí kunnu teir tulkast sum tað ónda, tí teir umboða synd. At gerast eydnuríkur sjálvt um tú ert føddur í keðiligum fíggjarumstøðum, er ein partur av menningini í ævintýrinum. "From zero to hero" er eitt kent enskt orðafelli, ið eg meini hóskar serstakliga væl sum tema til ævintýrið, tí tað lýsir akkurát hvussu drongurin menti seg burturúr ongum, til at blíva ein hetja. Ævintýrið fortelur okkum, at við hjálp frá Guði, so ber tað til at gerast eydnuríkur óansað hvør tú ert. Eisini fortelur ævintýrið okkum, at øvundsjúka hevur keðiligar avleiðingar. Fleiri fólkaævintýr, ið vit kenna til í dag eru sera gomul og koma líka frá miðøldini. Bæði samfelagsviðurskiftini og fólkamenningin var øðrvísi í miðøldini, og tí høvdu fólk onnur virðir og vónir. Vegna samfelagsviðurskiftini í miðøldini, so var tað næstan ógjørligt at broyta sína egnu fíggjarstøðu. Tey sum vóru rík vóru fødd rík, og tey sum vóru fátøk vóru fødd fátøk. Guð var tí ofta lýstur sum tann einasti sum hevði megi til, at broyta fíggjarstøðuna hjá fólki. Meiningin við ævintýrum er fyri fyrst og fremst at undirhalda lesaran. Boðskapurin er millum annað, at læra børnini um siðalag og at skilja munurin millum tað góða og tað ónda. Ævintýr hava eingin mørk og tað ger tað møguligt hjá frásøgumanninum, at útfylla sítt skapanarevni. Fennika Hendan stuttsøgan er úr Vencil nr. 15 í 2015. Søgan eitur Fennika og er skrivað av Anniku Skaalum. Annika er uppvaksin í Vági og er urtagarðskvinna, cand. phil. í søgu og siðsøgu. Beint nú er hon miðnámslærari í studentaskúlanum í Hoydølum og arbeiðir eisini á Landsskjalasavninum. Søgan byrjar í medias res, har ið vit við byrjan fáa at vita, at høvuðspersónurin er í einum matvøruhandli og keypir inn. Hon er komin í bíðirøðina, men kassin frammanfyri er frystur, soleiðis at høvuðspersónurin er noyddur at bíða. Hon er sera ótolin meðan hon bíðar og hevur eina hugsanarhátt, ið líkist einum ránsdjóri, sum er við at leypa á. Meðan hesar blóðug hugsanir mala í høvdi hennara, kemur ein klænur maður við einari fenniku aftanfyri hana í bíðirøðina. Høvuðspersónurin undrast nógv um hendan fennikumannin og byrjar at spekulera hví hann er komin rennandi inn í handlinum í inniskóm, bert fyri at fáa eina fenniku. Søgan endar við at ein nikotinstinkandi smágenta kemur til kassan. Vit fáa serstakliga lítið at vita um høvuðspersónin; sjálvt um vit fáa ein langan monolog gjøgnum hennara hugsjón, fáa vit onki at vita um hana, uttan hennara tankar.Vit vita ikki navn hennara, hvussu gomul hon er og søgan fortelur okkum ikki eingongd beinleiðis at hon er ein kona. Í byrjanini ljóðar tað at vera ein drongur, søgan handlar um, við hvussu ógvusligur hennara hugsan er. Tann einasti grundin til, at eg haldi tað er ein kona, er í linju 103 - 105, har stendur "Og so høvdu tey í besta føri hildið meg vera ein lygnara og í ringasta føri eitt illkvendi".Illkvendi sipar til eitt illført konufólk, hetta er tað einasti møguleikin fyri at finna útav at høvuðspersónurin er ein kona og tað er síðst í søguna, vit lesa hetta.Høvuðspersónurin er sera sarkastiskur, ótolin og hugsar sum eitt ránsdjór. Meðan hon stendur og bíðar at kassin fer í gongd aftur, hevur hon ræðuligar ógvusligar tankar. Hon er noydd til at halda seg aftur, fyri ikki at byrja at leypa á tey, sum standa í bíðirøðini. Hon heldur eisini, at tað ikki bara er hon, sum hevur hesar ógvusligu tankarnar, men at onnur fólk eisini høvdu kunnaðfunnið uppá at dripið hvønn annan fyri tað, sum tey hava í kurvunum.Hóast hon hevur hendan hugsanarháttin, tekur hon synd í kassadrongurin, ið stendur hjálparleysur og rópar í hátalaran fyri at fáa onkran at koma at bjarga sær. Sum altíð hevur høvuðspersónin eina forkláring uppá, hví hinir arbeiðsfelagarnir ikki koma rættstundis til kassan. Hon heldur, at drongurin við kassan er nýggjur í starvi og meðan hann stendur har og stríðist og strevist, eru hansara dovnu og følsku arbeiðsfelagar aftanfyri og roykja, sms'a og annað tílíkt. Tað kann vera at hon hevur rætt, av tí ein "nikotinstinkandi smágenta" endiliga kemur til kassan, men tað handlar eisini um, um man heldur at høvuðspersónurin er fullkomiliga álítandi, sum forteljari.Tað kann vera at høvuðspersónurin hevur einaferð verið í somu støðu, sum hesin ungi drongurin er í nú og tí hevur samkenslu við honum.Av tí har eru trupulleikar við gjaldskipanini, fær høvuðspersónin møguleika at hyggja aftur til mannin, ið kom aftanfyri hana. Høvuðspersónin er sera dømandi og finnur uppá forkláringar uppá ting, hon heldur vera áhugaverd, t.d. tá ið maðurin, sum hevur eina fenniku í hondini er komin aftanfyri hana, byrjar hon serstakliga at granska hann. Hon sær eina giftiring og byrjar so at gera langar frágreiðingar uppá hví hesin maðurin er komin spurtandi oman at keypa eina fenniku - kanska kona hansara er við at gera døgurða, men manglar eitt sjáldsamt grønmeti. Hon heldur kanska eisini at hann er búskaparliga illa fyri, av tí hann gongur runt í slitnum inniskóm. Hon byrjar spakuliga at blíva súr aftur og skeldar fennikumannin innantanna, fyri at handfara eitt so sjáldsamt grønmeti so harðliga og hann skal vísa meira gleði yvirfyri at handilin er komin til at bíleggja honum eina fenniku við óvart. Søgan sipar nógv til at samanbera okkara nýggju keypimentan við ta gomlu áleypandi veiðumentanina og tískil samanbera menniskjur við ránsdjór. Vit eru farin á veiðu fyri at fáa dagsins fong, ið skal ímynda dagsins døgurða. Søgan leggur dent á, at vit fara í ein hugsaðan blóðugan bardaga yvir fongin hjá øðrum. Øll fólkini, uttan fennikumaðurin, kassameistarin, og nikotingentan, blíva lýst soleiðis "sama, tóma, jagstrandi eygnabrái, ið boðar frá blóðsukri, ið stendur í botni, og at tey á dagligu veiðuferð síni í evstu løtu hava rakt við, ella sett klørnar í, dagsins fong" - reglu sjey til tíggju.Øll eru á sína egnu veiðuferð og hava djórkendar ætlanir.Sjálvt um høvuðspersónurin er sera svong, hevur hon longu fingið sín fong, Kæmpehotter pylsur og hon hevur hon stóran vón um, at tær skulu fáa hennara blóðtosta niður. Høvuðspersónurin er sera alvakin og hevur gott eyga á øllum rundan um seg. Allir tankar hjá henni eru um bardaga og hon er klár, um nakað hendir. Tá ið maðurin kemur aftanfyri hana og í sínum militergrøna jakka, hugsar hon beinavegin, at tað grøna, hann hevur í hondina, er ein hondgranat, men so steðgar hon á og sær at tað bert er ein fennika. Hon missur nøkulunda sína blóðtosta, tá ið hon sær hesa fennikuna og byrjar heldur at hugsa um, hví hann hevur keypt eina fenniku, enn tey djórkendu ætlaninar, hon hevði áðrenn. Stuttsøgan gongur fyri seg frá tí, kassin frystir, til gentan kemur og fær gongd í handilin aftur; tað vil siga, at tað er eitt sera stutt tíðarskeið, sum bert er uml. fimm til tíggju minuttur.Vit fáa at vita at stuttsøgan gongur fyri seg mitt í viku og at klokkan er uml. fýra, av tí høvuðspersónin sigur at tað er eftir arbeiðstíð.Søgan er kronologisk, av tí vit hvørki fara aftur ella fram í tíðina; so tað vil siga at søgan er tíðarraðarbygnaður. Men har er eitt sindur av afturliti í søguni, sum t.d. tá ið høvuðspersónin hugsar um hvussu nýggjar og spennandi piparfruktirnar vóru, tá tær akkurát vóru komnar í handlarnar.Man fær ikki at vita hvat tíðarskeið søgan er í, men vit vita at tað er í tí modernu tíðini, av tí at søgan forklárar um fólk, ið sms'a og at kassin frysti; so tíðarskeiðið kann vera líka frá byrjani av 90'unum og fram til nútíðini.Umhvørvið verður lítið nevnt í stuttsøguni. Handilin, sum høvuðspersónin er í, hevur tveir kassar tætt við hurðarnar til handilin, ið eru sjálvvirkandi glashurðar. Vit fáa ikki at vita hvar í heiminum søgan fyrigongur, men av tí tað verður nevnt at veðurlagið sjáldan er gott, kann tað sipa til at søgan fer fram í Føroyum. Søgan blívur lýst í innara sjónarhorni við einum 1. persóns-forteljara. Vit fylgja høvuðspersóninum og fáa alt at vita gjøgnum hennara hugsan. Málsliga er tað eitt sindur ringt at fylgja við og man skal greina eitt sindur meira enn vanligt. Teksturin er skrivaður uppá ein merkisverdan máta, við nógvum lýsingarorðum og óvanliga longum setningum. Við tað meinast ikki, at tað er ringt at fáa týdningin úr tekstinum. Har eru sjáldan torfør orð og gevur okkum sum oftast eina beinleiðis lýsing.Søgan fyrigongur í nútíðini, men lýsir nógv tátíð, t.d. "tað var ein fennika" reglu 30, "Hann helt rimmarfast" reglu 71, "Men eg visti tað" reglu 91, o.s.fr. Stuttsøgan er nógv um okkara gerandislív og hvussu vit sum menniskjur ikki er so langt butur frá ránsdjórum, sum vit kanska halda.Lívið hjá okkum minnir faktisk nógv um gerandisdagar hjá ránsdjórum; í hvørfall gjøgnum hugsanin hjá høvuðspersóninum. Vit halda okkum vera sosial menniskjur, men vit hava enn tendensir at hava blóðugar hugsanir; vit kunnu vera sera ótolin og aggressiv móti tingum, ið vit ikki hava kunnleika til og hugsa nógv um at skaffa føði til okkum sjálvs ella børnini.Lívið er sera tilvildarligt og ting kunnu henda, sum vit halda er óvanligt; sum t.d. ein løgin maður keypir eina einfalda fenniku. 6 Grækarismessurøða "Men annars eru teir mongu tjóðskapirnir í Føroyum rættiliga ósjónligir, og tað er spell, tí tað er ikki bara innan matgerð, at okkara tilflytarar hava nakað at bjóða uppá". Hetta sigur Kinna Poulsen í røðu sínari "Grækarismessurøða", sum var hildin á Vaglinum í Havn 15.mars 2015. Røðan varð hildin á Grækarismessu í sambandi við, at okkara tjóðfulgur, tjaldrið, kom aftur til Føroya. Í røðu sínari umrøður Kinna Føroyar, og hvussu vit skulu menna okkum sum land við at fagna opinleikanum og ymiskleikanum. Sjónarmið hennara skína lættliga gjøgnum tekstin, og týðiligt er, at hon ynskir, at føroyingar Føroya skulu gerast betri at vera opin fyri ymiskleikanum og hugsa positvt meðan vit skapa eina bjarta framtíð fyri eftirkomarar okkara. Í røðu sínari viðgerð Kinna tann stóra týdningin, sum tilflytarar hava fyri okkum føroyingar. Kinna tekur dømir fram um tilflytarar, ið eru komnir til Føroyar, og veruliga hava gjørt mun innan mentan og list. Eitt nú nevnir Kinna hvussu snedigt Føroyar hevði verið uttan tí føroysku listina, ið gongur fyri seg niðri í Steinprenti. Steinprent hevði ivaleyst ikki verið til, uttan Elisabeth Taylor og Flora Heilmann, sum vóru millum tær fyrstu, sum tókust við myndlist í Føroyum. Við hesum vísur Kinna á at tað er týdningarmikið fyri eitt nú listina, at listafólkini fáa íblástur frá umheiminum. Eitt listafólk hevur nevnliga stóran tørv á íblátri fyri at menna seg sum listafólk. Nógvur íblástur er sjálvsagt at finna millum oyggjarnar, men eins og Føroyar er serstakt á ein hátt, er umheimurin serstakur á ein annan hátt. Tvístøðan, sum Føroyar halda fram at vera í er at vit fegin taka móti danska blokkstuðlinum, hvørt tað einasta ár, og lata Danmark taka móti flóttafólkunum. Hinumegin skal Danmark endiliga ikki blanda seg í handlinum við fiskaloyvi ella tað samstarvið sum Føroyar hevur við Russland. Kinna orðar tað sum "vit blása við mjøli í munninum og gera tað eftirhondini nokk so rutinerað." Hetta meinast at vit vilja hava, hóast vit ikki vilja geva, eins og tá ein blásur við mjøli í munninum, tí tað nyttar jú einki. Hendan tvístøðan hevur avleiðingar við sær, sum er orsakað av at vit nú eins og ongantíð fyrr hava stóran tørv á at londini síðna millum stuðla hvøjrum øðrum. Kinna heldur at Føroyar enn ikki megnar at síggja veruleikan sum hann er. Vit nýtast ikki at hyggja longri burtur enn til Frankaríki, har tað tann 13.11.15 var yvirgangsbumbing, sum bert er eitt av teimum mongu dømunum á hví tað er stórur tørvur á at vit standa saman. Kinna leggur stóran dent á framtíðina og hvussu týdningarmikið tað er, at vit minnast at "planetin bara er okkum til lans og at okkara tið her er avmarkað." Sum dømi á hetta nevnir hon Sverre Patursson, sum var hugsjónarmaður, rithøvundur, blaðmaður og skipaði saman við Skótaliði Sigmunds Brestisson fyri Grækarismessuhaldi í 1943. Sverre skrivaði eina yrkingin, ið er nevnd "Kom dagur, kom ljós", og í yrkingini umrøddi hann sólina, ljósið sum verður sett í samband við eitt ynski um tjóðskaparligt sjálvræði. Kinna lýsir Sverre sum ein mann, ið hevði bjartar dreymar um at Føroyar fór at vaksa seg stórt og hóast vit vóru 25.000 fólk í 1932, meinti hann at fólkatali mátti fara at vaksa til eini 100.000. Sum Kinna eisini sjálv nevnir, so er hetta heldur optimistiskt hugsað. Hyggja vit eftir hagtølinum hjá Hagstovu Føroya, so vísa tey at í 2014 vóru tað 48.228 fólk í Føroyum, ið ikki so frægt er tað dupulta av tí sum Sverre droymdi um. Fyri tað annað byggir Kinna røðuna upp við einum spurningi, um hví tjóðfulgur okkara er tjaldrið. Tjaldrið er hóast alt ein flytifulgur, sum kemur, tá ið tað byrjar at summra og flýggjar heðani áðrenn kuldin og myrkrið byrja at hómast á himni. Røðan endar við svari á spurninginum um hví júst taldrið er valdur sum tjóðfulgur. Kinna greiður frá at orsøkin til at tjaldrið er tjóðfuglur okkara er grundað á, at hann myndar sjálvbjargan, ósjálvsøkan, rættvísi, umsorgan og afturat hesum er tjaldrið ein trúgvur fulgur, ið altíð vendur heim aftur til Føroyar. Kinna sipar til at vit kunnu læra okkurt av tjóðfugli okkara, hóast tann føroyski veruleikin ongantíð verður lýtaleysur, tí tað skal hann ikki vera. Venda vit aftur til Sverrre, so greiður Kinna frá at hann tyktist at vera gestablíður í mun til umheimin. Hetta leggur Kinna eisini dent á, tá ið hon tosar um tjóðarfugl okkara, tí tað er nevnliga hann, ið kann læra okkum okkurt, ið ofta verður tikið til fánýtist. Vit taka okkum alt ov lítið av teimum veiku og leggja alt ov stóran dent á tey, ið eru øðrvísi ikki eru sum vit føroyingar. Taka vit dømi sum Kinna nevnir í fyrsta parti av røðuni, so er matvøruúrvalið í frystidiskurin í Miklagarði sera fjølbroytt. Kinna nevnir tað sum nakað gott, at vit í Føroyum royna at skapa pláss fyri øllum, men hon gloymir at nevna baksíðuna. Í summum dagstovunum í Danmørk mugu tey ikki longur borðreiða við svínakjøti til døgurðan, tí trúgvin hjá teimum, sum eru av jødaætt, forbjóðar svínakjøt. Hóast hetta fer fram í dagstovunum í Danmørk merkir ikki at tað fer at fara fram her, men við hesum royni eg at leggja dent á at tað er týdningarmikið, at vit ikki altíð laga okkum eftir tilflytarnum, tí tað er hóast alt tey, ið hava valt at búðsett seg í okkara landi. Vit skulu vera fyrimyndarlig. Tað finst einki fyrimyndarligt við at bara vilja hava, ístaðin fyri at geva. Hóast vit kappast við øðrum londum um hvør fangar mesta fiskin, so er tað sjálvsagt, at um vit ikki ansa eftir, so taka vit allan fiskin og eingin verður eftir til næsta ættarliðið. Føroyar oyða fiskastovnar, sum Kinna nevnir í røðu sínari. Ein tann størsta vinnan hjá Føroyum er nevnliga fiskivinnan, og tí eru eingir fíggjarligir trupulleikar at peika á har, uttan tað at øll vilja sleppa uppí part. Tað er eins og við teimum mongu matstovunum, ið selja pitsa niðri í Havnargøtu. Matstovurnar, ið selja pitsa liggja nærum um hvørt horn í býnum. Orsøkin til hetta er, tí at ein bráddliga byrjar at selja pitsa, og finnur útav at nógvir pengar koma burturúr. Aftaná vilja øll sleppa uppí part við at selja pitsa, og at enda vinnur eingin nakað. Hetta, sum Kinna eisini greiður frá, er nakað sum føroyingar verða noyddir at gevast við, nevnliga at halda áfram at skava inn undir okkum. Broyting er lykilin til eina bjarta framtíð her í Føroyum. Fólkatali lækkar, og vit mugu steðga lækkingini, við at prógva at tað er í Føroyum fólk skulu búgva. Kenda orðatakið "ver móti øðrum, sum tú vilt hava at onnur skulu vera móti tær", er vegurin fram móti einum góðum landi. Stórt ivamál er tó um vit nakrantíð fara at megna at gera broyting, tí longu nú, næstan eitt heilt ár aftaná at Kinna helt røðu sína, er lítið og einki broytt í okkara lítla samfelagið. Vit loyva enn ikki ymiskleikanum eins og nógva aðra staðni í heiminum. Tá ið eg nevni ymsikleika, hugsi eg um eitt ávíst mál, nevnliga at ikki samkynd kunnu verða vígd borgarliga. Í hesu løtu bíða vit eftir at 2. Viðgerð av málinum skal viðgerast, og eingin veit hvussu verður, tí seinast fall uppskotið. Longu her, meini eg, at Føroyar ger eitt stórt misstak, tí vit melda út at í Føroyum hava øll menniskju ikki somu rættindi, sum er orsakað av kynsligum hugi á fólki av sama kyni. vvcxv, so taka vit allan fiskin og eingin verður eftir til næsta ættarlið Endamáli við røðuni er, sum eg havi umrøtt, at vit skulu læra at tað eru vit, føroyingar, ið skapa okkara land og tí er sera týdningarmikið at vit fara væl um landi og ymiskleikan, ið býr í landi okkara. Tað eru nevnliga vit, ið skulu vera fyrimyndin, ikki bert fyri eftirkomarar okkara, men fyri umheimin. Orsakað av endamálinum er móttakarin av røðuni allir føroyingar. Tað er sera torført at siga hvat framtíðin ber við sær, men tað einasta, ið vit kunnu gera er at gera okkara fyri at broyta Føroyar til tað betra. Føroyar skal vera fyri øll, og eins og Kinna staðfestir í røðu sínari, so hava vit lært nógv av tilflytarnum og ivaleyst kunnu vit læra enn meir. Ymiskleiki er eitt grundarlag undir at byggja eina góða tjóð, og tí er alneyðugt at vit taka ímóti honum við opnum ørmum. Tað tekur langa tíð at broyta eina tjóð, men Rom bleiv eiheldur bygt uppá ein dag, og nakað er betri enn einki. Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum Øvundsjúka er ein ring sjúka, ja, møguliga tann ringasta, ið er. Ævintýr, serliga gandaævintýr, eru eyðkend fyri at viðgerða ymsikar menningar hjá menniskjanum, sum tað at blíva vaksin, at møta forðingum í lívinum og at standa yvir mótstøðufólki. Ævintýrið "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" er eitt gandaævintýr, ið snýr seg um eitt tema sum øvundsjúka. Ævintýrið stendur í "15 Føroysk ævintýr - Einaferð var tað", ið Bókafelag Føroya Lærafelag gav út í 2014. Skadskap av mannamunni. "15 Føroysk ævintýr" kom út í samband við 150 ára føðingardagin hjá Jakob Jakobsen, ið savnaði og skrivaði ævintýr niður. Tí kunnu vit eisini siga, at her er talan um eitt ævintýr, ið er skaldskapur av mannamunni. Ævintýrið snýr seg um ein drong, ið átti ein fátakan pápa, ið ikki var førur fyri at geva soninum tann mat hann hevði tørv á. Drongurin mátti tí fara heimafrá, og endaði á kongsgarði, har hann fekk arbeiði hjá konginum, hvørs dóttir var stolin av einum sjótrølli. Kongurin dámdi væl drongin, tí hann var so klókur - ja, so klókur, at hann var settur fram um allar hinar høgu harrarnar. Hetta dámdu høgu harrarnir einki, og gjørdust tí øvundsjúkir inná drongin. Og fyri at fáa drongin vekk av vegnum, funnu teir høgu harrarnir uppá lygnir, ið snúðu seg um, at drongurin hevði sagt, at hann dugdi ymiskt, ið varð mett at vera næstan ógjørligt. Men drongurin hevði í roynd og veru ikki talað orð um hetta. Kongurin trúði høgu harrunum, og segði, at um drongurin kláraði at gera tað, ið varð sagt, fór kongurin at vera best við hann, men um hann ikki kláraði tað, skuldi hann missa lívið. Tað vóru tilsamans fýra royndir, og hann kláraði allar við hjálp frá trimum monnum í skóginum. Tann síðsta royndin var at bjarga kongsdóttrina frá sjótrøllinum, ið hann megnaði, og endaði við at fáa kongsdóttrina og ríkið, tá ið kongurin var deyður. Og teir høgu harrarnir vórðu píndir og síðani brendir. Ævintýrið byrjar við eini lýsandi byrjan, men byrjanin er ikki sum hjá øðrum 'vanligum' ævintýrum, ið byrja við "einaferð var tað ...". Hóast tað, er nógv onnur ævintýraeyðkenni, sum tað, at persónarnir hava ikki beinleiðis fólkanøvn, men hava heiti, sum kongur og kongsdóttir, ella einføld navnorð, sum drongur, høgir harrar og fátækur pápi. Eitt annað ævintýraeyðkenni, ið er í hesum ævintýrinum, eru tølini eitt, tvey, trý og sjey: eitt, er tað, at tað er ein drongur, ið er hetjan. Tvey er fyri mótsetningarnar, ið eru tað góða og tað ónda, har drongurin umboðar tað góða og teir høgu harrarnar umboða tað ónda. Talið trý er til dømis teir tríggir mennirnir, ið hjálpa dronginum við uppgávunum, ið kongurin gevur honum. Talið sjey eru tær sjey ertnatunnurnar, ið kongur lat sáa. Eisini eru hetjan og mótstandarin eitt ævintýraeyðkenni, har drongurin er hetjan og høgur harrarnir eru mótstandarirnir í hesum ævintýrinum. Ævintýrið endar eisini lukkuligt og hevur ein yvirnáttúrligan skapning við, ið er sjótrøllið. Við hesum kunnu vit koma til ta niðurstøðu, at ævintýrið Drongurin, ið fekk sær kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum, er eitt gandaævintýr, ið er eyðkent av, at hetjan fer gjøgnum eina menningargongd, har hetjan til endans er til reiðar at fáa prinsessuna ella prinsin og kongsríkið. Tað vanliga er, at hetjan skal standa tríggjar royndir og fáa hjálp frá onkrum persóni, gandi ella tílíkum. Frásøgufólkið er alvitandi, har hann veit um tankar og kenslur hjá persónunum, til dømis "Drongurin er í dýrastu neyð og veit sær eingi ráð". (r. 18) Eisini veit frásøgufólkið um ymiskar hendingar sum eingin veit um, sum tá drongurin finnur teir trýggjar mennirnar í skóginum. Gongdin í ævintýrinum er skipað eftir leistinum heima - úti - heima: At byrja við er drongurin heima hjá pápa sínum, ið síðani sendur hann út at leita eftir arbeiði. Drongurin fer so út, og kemur á kongsgarðin, har hann fær arbeiði. Hann fær uppgávur frá kongi, ið hann klárar at loysa, ið hevði við sær at hann bleiv ein hetja, fekk kongdóttirina og fekk eitt nýtt heim. Høvðuspersónurin í ævintýrinum er drongurin. Vit fáa ikki upplýst nakað navn, men hann verður beinleiðis lýstur sum klókur (r. 1). Tað vísir seg, at hann er so klókur, at hann verður settur hægri enn hægstu mennirnar hjá kongi. Vit fáa eisini upplýst at hann er ein sonur hjá einum fátækum manni, ið er grundin til at drongurin fer at arbeiða hjá kongi. Tá ið kongurin fortelur dronginum um uppgávurnar og hvørjar avleiðingar tær hava, tykist tað sum at hann ikki er ein drongur, ið bara ger tað hann verður biðin, tí hann sigur kongi, at hann einki kennir til hetta (r. 18). Hann hevur tó virðing fyri konginum - og hann vil eisini hava dóttir hansara - tískil ger hann sum hann verður biðin, hóast hann ikki veit hvat og hvussu hann skal bera seg at. Kongurin er tann, ið ræður yvir drongurin. Hann er fegin, at klóki drongurin er komin til hann, og hann setir, sum sagt, drongin fram um hansara høgu harrar. Útfrá hesi gerð og lýsing av konginum, metir man hann vera blíðan og fittan. Men kongurin verður eisini lýstur sum ein kaldur og ógløggur maður, tá hann velur at trúgva lygnunum hjá høgu harrunum. Tá harrarnir siga konginum lygnirnar, gevur kongurin dronginum tveir møguleikar: antin at fremja uppgávuna, og prísurin er so at kongurin fer at vera best við hann, ella, um hann ikki fremur uppgávuna, skal hann doyggja. Kongurin verður ikki lýstur sum ein miskunnsamur maður, av tí drongurin er ósekur. Kongurin setti drongin fram um høgu harrarnar, og tí átti hann at sæð, at tá drongurin segði sannleikan, tá hann segði at hann einki visti um fuglin, og at tað var alt ein lygn hjá høgu harrnunum. Hetta endurtók seg fýra ferðir. Til endans, tá drongurin hevur bjargað kongsdóttrina, skiliti kongurin hvat høgu harrarnir hava gjørt, og vísir rættvísi við at brenna teir. Um vit seta persónarnar í ævintýrinum inn í aktantfrymilin, sær hann soleiðis úr: Subjektið er drongurin, ið hevur eina ætlan at fáa objektið, ið er konsdótturin. Tað vil tó siga, at um subjektið ætlar sjálvur at hava objektið, verða subjektið og mótakarin sami persónur - tí er drongurin eisini móttakarin. Mótstandararnir/forðingurin eru teir høgu harrarnir, og fyri at drongurin skal 'vinna' á teimum, hevur hann trýggir hjálparar, ið eru teir tríggir menninir í skóginum. Hóast høgu harrarnir eru størsta forðingin, kunnu vit eisini seta kongin sum mótstandara, av tí at kongur trúði høgu harrunum og hevði ætlanir at drepa drongin, um hann ikki kláraði uppgávurnar. Tó er kongurin eisini gevarin, ið eigur objektið, kongsdóttrina, og hevur valdið yvir um drongurin kann fáa dóttrina ella ikki. Drongurin fer í skógin at leita eftir fuglinum, tí sum vant eru djór í skógum. Men skógurin kann eisini skiljast sum mynd uppá vísdóm, har drongurin fer inn í skógin, fyri at finna svar uppá uppgávurnar hann fær frá konginum. Inni í skóginum finnur drongurin eitt hús, har ljós brennir. Tað er her hann finnur teir tríggir mennirnar, ið hjálpa honum at loysa uppgávurnar. Ljósið í húsinum, kann mynda vónina; vónina fyri, at hann fer at klára hesar uppgávur. Nakrir mótsetningar eru eisini, so sum teir "høgu" harrarnir, ið seta seg sjálvan høgt, og so er tað drongurin, ið er lýðin og ger sum kongurin biður. (hann setir ikki seg sjálvan høgt) Ein annar mótsetningur er at drongurin er fátækur og klókur, ímeðan høgu harrarnir eru ríkir, men ikki so gløggir. Fuglurin er ósekur, júst sum drongurin, men sum avleiðing av lygnunum hjá teimum høgu harrunum, má drongurin skjóta tann vakra og óseka fuglin. Hesin fuglur hann vera mynd uppá tað fría og óseka, ið verður offurið fyri menniskjans býttleikar. Eisini eru nøkur átrúnarlig tekin, sum tað, at kongurin gongur í kirkju, og tað, at teir tríggir mennirnir vísa dronginum á at venda sær til Guð fyri hjálp av uppgávunum. Eisini verða fuglarnir vístir sum eitt slag av djóri hjá Guði, skilt uppá tann mátan, at tá drongurin biður Guði um hjálp, eru tað fuglarnir frá himmalinum, ið hann (Guð) sendir til hjálpar. Temu í ævintýrinum eru øvundsjúka. Teir høgu harrarnir eru øvundsjúkir inná klóka drongin. Teir royna at fáa drongin burtur við at finna uppá lygnir og siga tær við kongin, men tað rakti bara teimum sjálvum í síðsta enda, har teir vórðu píndir og síðani brendir. Eisini er eitt tema mótsetningarnar, sum tað góða ímóti tí ónda. Teir høgu harrarnir eru tað ónda, tá teir royna at fáa drongin vekk. Tað góða er drongurin, ið er lýðin ímóti kongi sínum og ger sum hann verður biðin. Boðskapurin í ævintýrinum "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" er, sum tað stendur í Lukas 14.11 "Tí hvør tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.". Teir høgu harrarnir settu seg sjálvan høgt, men teir vóru seinni settir lágt, ja so lágt, at teir vóru brendir av konginum. Drongurin setti ikki seg sjálvan høgt, men varð settur høgt seinni, eftir hann hevði gjørt sum kongur bað hann. At berjast sjálvur fyri eydnuna, hevur nógv meira at siga, enn at fáa hana givið. Drongurin var klókur og dugnaligur, ið hevur mera viðri í sær sjálvum, enn at vera ein av teimum "høgu" hjá kongi, ið óivia ikki hava gjørt nógv fyri at fáa tað plássið. Hetta ævintýrið kann samanberast við listævintýrið hjá H. C. Andersen "Dólghanus", ið snýr seg um klombrutta Hans, ið saman við báðum brøðrum hansara kappast um at fáa kongsdóttrina, kongsríkið og æruna, ið har við fylgir. Boðskapurin í hesum ævintýrinum er, at eingin er betri enn onnur, og vit hava øll okkurt serligt, ið vit sjálvi eru dugnalig til. Aðrir líkleikar eru ævintýr eyðkennini, har talið trý slær serliga ígjøgnum við trimum beiggjum, trý djór og tríggir hjálparir. Vit hava í báðum førum eisini eina gongd, har subjektið hevur eina ætlan at ogna sær objektið. Søgan hjá dronginum endaði væl, hann fekk prinsessuna og ríkidømið, og fann eyduna. Spruningurin er so, um drongurin fer at vera verandi tann fitti og skilagóði persónurin, ella um hann fer at broytast, nú hann hevur fingið vald. Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum Ein fátækur maður sendir son sín út at finna sær arbeiði. Drongurin endar á einum kongsgarði, har harrar kongs gerast sera øvundsjúkir inn á hann, tí hann er so væl dámdur av konginum. Teir lúgva um hann, og hann verður soleiðis noyddur út í fýra avbjóðingar; um hann ikki megnar tær, skal hann lata lív. Í síðstu avbjóðing skal drongurin royna at bjarga kongsdóttrini, sum sjótrøllið hevur tikið fyri langari tíð síðani. Hetta eydnast við hjálp frá teimum trimum monnunum, ið drongurin møtir í skóginum, og soleiðis drepur hann til síðst trøllið, og fær kongsdóttrina og ríkið hjá konginum, eftir hann doyr. Ævintýrið eitur 'Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum', og tað er at finna í '15 Føroysk ævintýr - Einaferð var tað...', ið varð givið út í 2014 av Bókadeild Føroya Lærarafelags. Lydia Didriksen endursegði ævintýrið í lættari málbúna í sambandi við hesa útgávuna. Hetta er ein føgur bókmenta, tí tað er skaldskapur av mannamunni, og rithøvundurin er ókendur, sum tað er í flestu ævintýrum. Teksturin hevur sera nógv ævintýraeyðkenni, og tað passar sera væl í teir frymlarnar, ið man brúkar til ævintýr. Bæði aktantfrymilin og kontraktfrymilin, eisini kallaður heima-úti-heima, kunnu brúkast í ævintýrinum. Tað byrjar við at drongurin er heima hjá pápanum. Tá hann fer heimanífrá við vón um at finna arbeiði kemur hann í trupulleikar, og noyðist út í fýra avbjóðingar. Ævintýrið endar við, at hetjan finnur kongsdóttrina, og soleiðis fær hann eydnu og ríkidømi. Í aktantfrymilinum er egið drongurin og hjálparar hansara er teir tríggir menninir, ið hann møtur í skóginum. Mótstøðumenninir eru harrarnir hjá konginum. Hóast drongurin bert miðar eftir einum arbeiði og eydnu, so endar tað við at hann fær kongsdóttrina og ríkidømi, ið hann fær givið frá konginum. Tað vil í høvuðsheitum siga, at hann ikki ætlaði sær kongsdóttrina í byrjanini, men tað varð nakað, sum hann fekk sum viðbót fyri dirvi sítt. Hann fær soleiðis nógv meira, enn tað hann stremdi eftir. Ævintýrið er eitt gandaævintýr, tí tað er ein menningarsøga, og tað sæst millum annað í frymlunum omanfyri: Drongurin mennist gjøgnum gongdina við at vinna á fýra avbjóðingum, og livir lukkuliga við kongsdóttrini. Í gandaævintýrum er høvuðspersónurin miðdepilin, sum øll gongdin er skipað rundanum, og soleiðis er eisini í hesum førum. Í ævintýrinum eru vit í einum ónatúrligum umhvørvi, og tað vita vit millum annað, tí kongsdóttirin verður tikin av einum sjótrølli, og at drongurin bjargar henni úr sjónum. Gandaævintýr rúma ofta munin millum tann lægra og hægsta stættin, og tað síggja vit eisini her. Vit eru ikki í einari ávísari søguligari tíð ella einum ávísum landafrøðiligum staði, men í einum skógi, hjá einum sjótrølli og á kongsgarðinum. Ævintýrið byrjar ikki beinleiðis við "Einaferð var tað ...", sum tey flestu gera, men í staðin "Ein fátækur maður átti ..." Hetta hevur ikki nakran ávísan týdning, tí hendan byrjanin er eisini opin, sum tað er í "Einaferð var tað ..." Tað eru bert hendingar við, ið hava týdning fyri ævintýrið, og tað ger tað meira áhugavert at lesa, tí spenningur er gjøgnum alla gongdina. Tað eru sera nógvar endurtøkur av talinum trý, og tað man vera eitt tað kendasta eyðkenni í ævintýrum. Tó verður talið sjey brúkt eina ferð til ertrarnar í teimum sjey tunnunum, og tað er eisini eitt vælnýtt tal í ævintýrum. Í skóginum hittir drongurin tríggir menn, og hann verður noyddur at drekka av einari krukku tríggjar ferðir, áðrenn hann fær ta orkuna, sum skal til, fyri at drepa sjótrøllið við svørðinum. Í sjónum eru tríggjar gøtur og trý torn, og í miðtorninum er kongsdóttirin. Tað er í síðstu og fjórðu avbjóðing, at triði maðurin greiðir dronginum frá, hvat hann skal gera fyri at klára royndina. Her verður talið trý aftur brúkt. Í gandaævintýrinum finna vit fleiri mótsetningar, ið eisini kallast klúgving. Vit møta illum og góðum, menniskjum og trølli, ríkum og fátækum, góðum og óndum, og býttum og snildum. Eisini sæst hugtakið hyperbel væl í ævintýrinum, tá nógv verður gjørt av, eitt nú møtir drongurin ikki bara einum vanligum sjótrølli, men tað er ringasta sjótrøllið í sjónum. Fuglafjøðurin, ið drongurin finnur er ikki bert vøkur, men sjáldsama vøkur. Frásagnarstílurin í ævintýrinum hevur ein uttanveltaðan og realistiskan dám. Sagt verður frá, hvat persónarnir gera, men vit síggja ikki innara ella sálarfrøðiligar lýsingar. Tað er eitt frásøgufólk í triðja persóni og vit kenna bert støðuna frá uttara sjónarhorni, har vit fylgja støðuni hjá dronginum. Vit hoyra um gerðirnar, men ikki um tankar ella kenslur. Ævintýrið er í tíðarrað og einki afturlop er. Personarnir eru typur, og verða ikki lystir við fleiri eginleikum enn neyðugt; ein fátækur maður, ein ríkur kongur, ein klókur drongur og ein vøkur kongsdóttir. Fyrst í ævintýrinum er høvuðspersonurin, ið er drongurin, ein móthetja, sum við røttu eginleikunum av royndum sinum mennist til hetjuna, ið bjargar kongsdóttrini. Málið er einfalt og ítøkiligt, og tað minnir eitt sindur um talumál. Tað verða bæði nýttir langir og stuttir setningar, sum ger ævintýrið lætt at lesa. Málið sigur í staðin frá, enn at greiða nágreiniliga frá hendingunum, og hetta vil siga, at tað ikki eru nógvar lýsingar, sum ger at gongdin fer skjótt fram. Í ævintýrinum er tað stríðið millum tað góða, drongin, og tað ónda, harrarnar, ið er høvuðsevni í gongdini. Høvuðstemaði er øvundsjúka, tí gjøgnum alt ævintýrið eru harrarnir øvundsjúkir inn á drongin, og lúgva um hann fyri kongi, so hann verður noyddur út í fýra forðingar. Eisini fer drongurin gjøgnum eina menning, ið vísir á grundmynstrið við at gerast vaksin og finna eydnuna. Hann fer heimanífrá og út í lívið. Hann møtir og vinnur á forðingum. Drongurin skal eisini biðja til Gud, tá avbjóðingar hansara skulu eydnast, og soleiðis er trúarlívið ein partur av temunum. Tá ið drongurin skal út í fyrstu avbjóðing, fer hann inn í skógin at leita eftir sjáldsama vakra fuglinum, og tá hann hevur gingið allan dagin og myrkur legst á, sær hann eitt hús, har ljós brennur inni. Hetta er eitt myndamál upp á vónina, ið hann fær við at fara inn til menninar, ið hjálpa honum við avbjóðingum. Kongurin lovar dronginum gott, um hann klárar avbjóðingarnar, og um tað ikki eydnast, so skal hann missa lívið. Hetta eru tveir mótsetningar hvørt øðrum. At drongurin fer heimanífrá er eitt symbol upp á, at lívið er ein ferð, sum øll einaferð skulu royna. Eingin veit sum ungur, hvat hann sum gamal hevur, og soleiðis er eisini í ævintýrinum. Drongurin veit ikki frammanundan, at hann fer at enda á kongsgarðinum, og seinni vinna konsdóttrina. Sjáldsama vakra fuglafjøðurin er eitt symbol uppá frælsi, nakað sterkt, sjálvstøðugt og frítt. Skógurin er eitt symbol upp á tað gátuføra, tað lokkandi og tað devulsliga. Ertrarnar í tunnunum eru symbolir upp á erkvisni og ótta fyri at fáa átalur, tá erkvisni eisini er eitt tekin uppá óhóskandi sjálvgleði. Hetta kann leggjast upp at harrunum, ið eru so sjálvgóðir, at tað er heilt óhóskandi. Tá drongurin skal finna kongsdóttrina má hann niður í sjógvin, sum er eitt symbol upp á lívsorku, styrkina í sálini og tað lívgandi. Eisini umboðar sjóvurin tað ótilvitaða - kenslur og eitt goymt sinn. Svørðið er eitt tekin upp á andaliga styrki, vald, orku, mót, rættvísi, manslyndi, men eisini deyða. Hetta hóskar væl til trøllið, tí tað doyr eftir at drongurin drepur tað við svørðinum. Tá drongurin hevur funnið kongsdóttrina, og tey skulu upp aftur úr sjónum, letur hann kongsdóttrina taka tjúkku línuna, og hann sjálvur tekur ta tunnu. Hetta er eitt tekin um, at hann er umhugsin og vil kongsdóttrini tað besta, við at lata hana fara upp við tí meira tryggu línuni. Línurnar kunnu vera eitt symbol fyri tilknýti, men eisini áhaldni og binding. Seglini á skipinum, ið vórðu "um at skrædna av vindinum" eru symbolir uppá framgongd, og at drongurin er tætt við røttu kósina, tí nú hevur hann næstan vunnið kongsdóttrina. Endin í ævintýrinum er góður, sum hann er í flest øllum ævintýrum. Dentur verður lagdur á virðir, sum vit eisini kenna frá vanliga lívið okkara; um tú stríðist fyri tí tú ynskir, so verður tú løntur. Soleiðis fær drongurin kongsdóttrina og ríkið kongs. Eisini er vert at leggja til merkis, at hóast tað er stórur mótdráttur ímóti dronginum, so gevur hann aldrin upp. Tað eru harrarnir, ið lúgva upp á drongin, og tað eru teir, ið enda við at fara á pínubonk og blíva brendir á bálið, tá ævintýrið endar. Hetta er eitt tekin um, at tá man einaferð byrjar at svíka, býtur man seg sjálvan í halan, tí sum orðatakið sigur, sjálvgjørt er vælgjørt. Øll hesi virðini og temuni síggjast eisini sera væl í ævintýrinum 'Trødlið hjá Pápaleysa', tí her eru tað beiggjarnir, ið svíkja Pápaleysa í holuni. Har stríðist hann eisini ímóti tí ónda, og verður løntur til síðst. Í tí ævintýrinum eru eisini fleiri klúgvingar; tann góði og tann óndi, tann ríki og tann fátæki, tann býtti og tann snildi, og júst hetta síggja vit eisini í 'Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum'. Støðini eru eisini tey somu: Í einum skógi og á kongsborgini. Gevarin í báðum ævintýrinum er kongur, og tað, ið høvuðspersónarnir vinna í báðum ævintýrunum er kongsdóttrina og eydnuna. ðingar hansara skulu eydnast, l Gud, t noyddur u nsindur um talmamrøður, og mens kvindens barn bliver gravetop Set prís á tað, tú eigur Lýsingar er ein stórur partur av nútíðar samfelagnum. Lýsingar eru alla staðni, og í øllum formum. Í sjónvarpinum, útvarpinum, á gøtuni og allastaðni, har hugsast kann. Har eru lýsingar um alskyns lutir og fyri allar bólkar. Í hesum førinum er hetta ein lýsing um trygging av innbúgvinum hjá Føroya fólki. Tað er Tryggingarfelag Føroyar, ið hevur útgivið eina lýsing, sum Kovboy Film gjørdi í 2011. Lýsingin hevur verið víst í Kringvarp Føroya og ymsa staðni á alnótini, m.a. á YouTube. "Set prís á tað, tú eigur" er eitt skeg og vælhóskandi heiti til lýsingina, av tí at tað hevur dupulta týdning. Bæði tað, at man skal virða tað man hevur, og so eisini, at man rætt og slætt skal seta prís á tingini hjá sær. Tað sum reklaman/Tryggingarfelag Føroyar roynir at selja er innbúgvstryggingar. Tryggingar eru ikki eitt nýtt fyribrygdi. Tað var longu ímillum ár 4000 og 3000 f. Kr. at handilsmenn úr Babylon fingu sær trygging. Í lýsingini síggjast nógvir lutir, sum fólk vanliga hava heima við hús, t.d. stólar, lampur, stell, bøkur o.s.fr. So hvørt sum hesir lutir verða vístir, kemur eitt prísmerki fram. Móti endanum síggja vit kvinnuna, sum hevur tosað við okkum. Kvinnan er vøkur, og hetta er sera eyðkent fyri lýsingar. Síðan verður ein faldari vístir, sum kvinnan pástendur kann hjálpa okkum at vita, um vit gjarna vilja tryggja okkara innbúgv. At enda, síggja vit búmerkið hjá Tryggingarfelag Føroyar. Í lýsingini skiftur myndatólið mynd 18 ferðir (um ikki faldarin og búmerki verða tald við), tó eru tær allar so at siga um tað sama - tú sært ymiskt innbúgv. Ymiskar kameravinklar - og funksjónir verða nýttar í lýsingini. Har skiftist alla tíðina ímillum nærmyndir og fjarmyndir. Nærmyndir verða mest nýttar, og tær síggja vit til dømis, tá ið vit síggja stellið og føroysku klæðini. Eitt dømi um fjarmyndirnar er, tá ið vit síggja alla stovuna. Nærmyndirnar lata okkum fáa eina neyva mynd av lutunum, meðan fjarmyndirnar geva okkum eina meira yvirskipaða mynd. Tá ið vit síggja kvinnuna, verður miðal-fjarmynd (medium close-up) nýtt, hetta vil siga, at vit hava eina nærmynd, sum ikki er serliga nær við. Eyðkenni fyri hetta er, at man sær 1/3 av kroppinum hjá henni, har bringa og armarnir síggjast. Fleiri frásjónir verða nýttar. Froskafrásjónin verður brúkt, tá kvinnufigururin úr viði verður vístir. Tað vil siga, at vit síggja lutin úr neðra. Flestu myndirnar vera vístar við vanligt frásjón. Eitt dømi, er tá ið stellið verður víst. Vanlig frásjón vil siga, at vit síggja beint inn á tað, sum verður víst, júst sum tá ið vit eru í eygnahædd við onkran. Eisini verður fuglafrásjón nýttar fleiri ferðir, t.d. heilt í byrjanini, tá ið stólurin verður vístur og tá ið vit síggja fløgurnar. Tá ið vit síggja ting úr erva er tað fuglafrásjón. Summar kamerarørslur verða nýttar til at gera lýsingina meira lívliga. Ein av teimum er panorering, sum er tá ið man filmar vatnrætt yvireftir. Panorering verður nýtt 00:23-00:25, har fløgurnar verða vístar. Eitt annað, ið verður nýtt, er "tilting", sum næstan er tað sama sum panorering, men ístaðin fyri at myndatólið flytur seg vatnrætt, flytur tað seg loddrætt. Hetta sæst 00:14-00:16 og 00:19-00:21. Eitt lítið sindur av "zoom" verður nýtt einaferð, frá 00:06 til 00:08. Alt hetta verður gjørt við einum hondhildum kamera, sum fær okkum til at føla, at vit sjálvi eru inni í húsinum og hyggja at øllum, og harvið er tað eisini eitt subjektivt kamera. Eitt sum er serkent fyri lýsingar, er ein fylgirødd, og hon verður eisini nýtt í hesari lýsingini. Tað er ein ung kvinnu, sum hoyrist ígjøgnum alla lýsingina, og at enda síggja vit hana. Hon tosar vanligt gerandis mál. Aftanfyri røddina hjá henni er tónleikur. Tað er eitt klaver sum spælir. Tað er sera vanligt, at lýsingar hava tónleik í sær. Hetta er bæði fyri at gera sjónbandið meira spennandi, men hetta er helst eisini fyri, at fólk skulu fáa meira hug til at keypa vøruna, sum fyritøkan roynir at selja. Kanningar hava víst, at um tónleikur er í handlum, keypa fólk meira. Hetta hevur helst sama ávirkan í lýsingum. Hitt ljóðið sum eisini er í lýsingina, eru tey smáu "pling-ljóðini" sum hoyrast, tá ið prísurin á lutunum kemur fram. Eins og ljóð er sera týdningarmikið um ein lýsing skal rigga væl, so má ljósið eisini vera í lagi. Í sjónbandinum er sera ljóst. Tað er natúrligt ljós, ið verður nýtt. T.v.s. at tað er ljósið frá sólini. Ongar tendraðar lampur ella líknandi eru at síggja. Ljósið er serstakliga týdningarmikið fyri huglagið. Sum sagt, so er hendan lýsingin víst í Kringvarp Føroya og summastaðni á alnótini. Lýsingin er á føroyskum, og man kann skjótt avmarka, hvør móttakarin av hesari lýsingini er. Tað er heilt vist, at hon bara er til fólk sum búgva í Føroyum, og eisini veit man, at hon helst er til vaksin fólk, eftirsum tað er ósannlikt, at eitt barn ella ein tannáringur fær sær innbúgvstrygging... Serliga sæst tað á teimum føroysku klæðunum. Bæði mannfólka- og kvinnubúnin verða vístir í lýsingini. Hetta bendir á, at lýsingin er ætlað bæði til kvinnur og menn. Avsendarin hevur valt at gera fólk bangin fyri at missa innbúgvið hjá sær. Hetta verður gjørt á ein óbeinleiðis hátt við at greiða frá, at nógv fólk tryggja sína ogn alt ov lágt, og eisini við at ramsa virðið á øllum møguligum lutum. Talið "hundraðtúsund" verður nýtt fleiri ferðir. Hetta er nógvir pengar hjá teimum flestu, og sjálvandi vilja fólk ikki missa so nógv uttan at fáa nakað afturgoldið. Hesin søluháttur, sum misnýtir óttan hjá fólki, verður ofta nýttur, og hann riggar væl. Vandin við at tryggja ov lágt er tann, at so fært tú ikki fult virðið endurgoldið, um óhappið hendir. Er innbúgvið 1 mio vert, og tú bert tryggjar fyri 500.000, so fært tú bara 1/2 virðið í endurgjaldið. Tí er eisini neyðugt at virðismeta innbúgvið javnt og samt, og serliga um nýggir, virðismiklir lutir verða keyptir. Tað kostar sjálvandi eitt sindur meira, um tú setir virðið ov høgt. Men heldur tað, enn at missa meira fyri minni. Hóast Trygginarfelag Føroyar kanska roynir at gera fólk eitt sindur bangin fyri at missa innbúgvið hjá sær, og brúkar hetta til at fáa fólk til at gjalda fyri sína tænastu, so er ætlanin hjá teimum helst ikki at gera fólk paranoid. Mest av øllum vilja tey helst koma við einum boðskapi um, at man skal tryggja sínar ognarlutir, tí øll kunnu verða fyri óhappi. Tað er eisini týdningarmikið, at fólk fáa slíkt at vita, og av og á blíva mint á, at slíkt eisini kann henda teimum. Fólk hugsa ofta, at tað bara kann henda øðrum og at man ikki verður raktur sjálvur, men tað er ikki til at vita. Avsendarin nýtir tó ikki "óreinar" snildir, sum annars ofta verða nýttar í reklamur, men kemur fram við ein góðan boðskap, sum tó sjálvandi eisini hjálpir fyritøkuna at selja sína vøru. Saman fara myndir, ljóð, ljós o.a. upp í einari hægri eind, og gera eina lýsing, sum hóskar væl til evni. ið j gar hava v eisini fyri, at fað serliga nær við. Umleið 2/3 av kroppinum hj "Hatta er ikki maður mín" Naja Marie Aidt Nútíðin er full av pørum, sum giftast og skiljast uttan orsøk. Tað nýmodernaða samfelagið hevur við sær nógv fólk, ið skiljast, bert av onkrari lítlari ósemju teirra millum, uttan at tey veruliga royna at loysa trupulleikarnar. Kvinnur og menn, við børnunum mitt í øllum vavgreytinum, hava tað ikki altíð so nemt. Man kann ikki fáa alt, sum man peikar á her í lívinum, men eitt nýmótans menniskja í modernaða samfelagnum hevur nógv at liva upp til. Tú skal bæði hava eitt perfekt karrierulív við maka og børnum, og samstundis má tú kunna klára teg einsamallan; tú má ikki vera bundin at makanum. Í 90'unum byrjaðu fólk at gera vart við týdningin hjá kynunum. Kvinnurnar vórðu ikki longur bundnar at monnunum og hjúnarbandinum, men vóru vorðnar sjálvstøðugar sterkar kvinnur, ið sjálvar kundu syrgja fyri egnum livikorum. ( http://www.kvinfo.dk/file.php?file=387 ) Í søguni, "Hatta er ikki maður mín", eftir Naju Marie Aidt hoyra, vit um eina kvinnu, sum ikki vil góðtaka hjúnabandið við manninum. Eftir ein býtúr hevur hon finigð nokk. Hon orkar ikki fyri honum; næstan hatar hann. Og tá hann kemur heim, dettandi innum hurðina við einari fúlari kenning, bæði sparkar og slær hon hann; næstan slær hann í hel. Tey skeldast allan morgunin, og til endans sær hon gullringin á fingri sínum og fatar, at tað er ikki maður hennara. Hon vil ikki ásanna, at hon veruliga er í hjúnabandi við hesum manninum. Søgan er skrivað í 1995, og hetta er eitt tíðarskeið, har skilnaður millum hjún alsamt veksur. Naja er fødd fyrst í 60'unum og hevur skrivað bæði yrkingar, stuttsøgur, barnabøkur o.a. Hon viðgerð ofta evni sum "tað modernaða lívið", "kærleika" og "seksualitet". Stuttsøgan byrjar in medias res, t.v.s hon byrjar mitt í eini hending, og gongdin fer fram í tíðarrøð. Stuttsøgan verður sædd gjøgnum eyguni á einum eg-persóni í 1. persóni, har vit hoyra um meiningar hennara um mannin. T.d. hugsar hon: "Vit gevast at tosa og hyggja hvør at øðrum. Í somu løtu skilji eg, at mær dámar hann ikki"(regla 1-2), og sigur: "Hvat fanin gert tú her?"...eg ristist um allan kroppin av illsinni. (regla 28-29) og"Vakna tín hundur" (regla 46). Søgan gongur allarhelst ikki fyri seg í dag, av tí at vit hoyra um jukeboksina (sum var serliga populer í 60'unum (regla 7)). Høvuðspersónurin í stuttsøguni er kvinnan. Hon verður fyri tað mesta lýst óbeinleiðis. Hon er gift við Henriki, sum hon ikki elskar (regla 84-87). Tað kemur tíðiliga fram, at tey hava nógvar trupulleikar í parlagnum. T.d. undrast hon á, at hon enn er edrú, tí fleiri eru farnir niðurum, í vónini um, at tað koma ljósari tíðir (regla 14-16). Tey skeldast sum heild gjøgnum allan tekstin og sýnast at hava nógvar ósemjur sínámillum. Tá hann kemur heim við einari fúlari kenning, bæði sparkar og slær hon hann, og hóttir við at ringja eftir løgregluni (regla 28-41). Hon er vís í, at tey aldrin hava havt eitt orduligt parlag, og at hann ikki er maður hennara (síðsta regla). Hetta kann eisini fáa hana at sýnast næstan svaka ella sálarliga sjúka. Hon fær eisini vaml av manni sínum: "Eg fái inniligt vaml og má renna út at spýggja" (regla 64). Tað tykist eisini sum tey hava eitt sindur av einum alkoholtrupulleika. Hon hevur verið í býnum, sjálvt um hon skal til arbeiðis dagin eftir, og maðurin kemur heim við einari góðari kenning; hann fær næstan ikki staðið á beinunum. Kvinnan er líkasæl og arbeiðið er allarhelst ikki tað, hon raðfestir fyrst. Kvinnan roynir kanska at drekka trupulleikarnar burtur, men tað hjálpir henni einki. Kvinnan handfer støðuna uppá ein ógvuliga løgnan máta. Ein løtu er hon harðlig, og aðra situr hon á gólvinum og grætur. Hon tykist at vera ein sera forvirraður persónur, sum ikki er væl fyri sálarliga og klárar ikki at koma burturúr støðuni aftur. Tað tykist sum, at hon hevur flutt allar trupulleikarnar yvir á mannin og teir hava ment seg til ein hatur á hann. Maðurin dugir ikki at handfara støðuna, og bert skemtar við tí : "Lítla kona mín er vorðin gagg gagg. Tað er eyðsæð at tú ikki tolir at drekka meir". (regla 67-68). Her síggja vit eisini, at hann sipar til alkoholtrupulleikar. Henrik er líkasælur og sær ikki trupulleikarnar konan hevur. Hann skemtar bert við tí, hon sigur við hann. Hann letur sum um onki er farið fram og fer at gera kaffi: "Hann ger kaffi í køkinum, sum um onki er farið fram, og etur tvær abyl" (regla 61-62). Hann nýtir eisini harðligt mál móti kvinnuni: "Sovorðin lítil mer.""Nú eri eg troyttur og fari inn at sova" (regla 76-77). Maðurin sýnist eisini at hava ein alkoholtrupulleika, og tað tykist sum kvinnan hevur givið upp viðvíkjandi manninum: "Eg hyggi uppgevandi at manninum yvir av mær og leggi sigarettirnar niður í taskuna" (regla 8-9). Myndamál verður eisini nýtt í søguni. T.d.: (Regla 2): "...eyguni eru sum fiskaeygu...". (Regla 52-53): "Andin frá honum er súrur, sum rotin tari, ella tað, sum verri er". Hon nevnir eisini fleiri ferðir, at hon brennir innaní. Hon sigur, at hon ikki kennir mannin og kennist heldur ikki við gullringin á fingrinum. Hetta kann vísa á, sum áður nevnt, at hon ikki vil kennast við hann, og ringurin vísir, at hon er bundin at honum, sum hon ikki kennir seg væl við. Høvuðstemaði í stuttsøguni er heilt víst trupulleikar í parløgum. Tað kemur tíðiliga fram í søguni at tey hava nakrar ósemjur sínámillum, sum tey hava trupult við at loysa. Tað kann hugsast, at kvinnan hevur gift seg við einum manni, sum hon als ikki vil vera saman við. Tá hon er stødd á vertshúsinum, umringa av fólkum í ørviti av drykkjuskapi, skilir hon, at henni dámar hann ikki; als ikki. Hon hatar hann. Tað tykist, sum hon bert hevur roynt at góðtaka parlag teirra øll árini, men tá hon veruliga hyggur at gullringinum á fingrinum, fatar hon ikki, hví hon er gift við honum. Tá vit byrja at lesa søguna, fáa vit eina fatan av, at kvinnan er "tann góða". Hon ger tað rætta og fer heim, tá hon varnast at maðurin á vertshúsinum ikki er nakað fyri hana (fram til reglu 17). Tá man síðani kemur longur inn í søguna, fær man at vita at hesin maðurin er maður hennara. Vit fáa ein fatan av, at kvinnan er ein óstabilur persónur, sum livir saman við einum manni, sum hon als ikki elskar. Vit síggja eisini beinanvegin, at okkurt er skeivt við hesum hjúnarbandinum. Tað tykist sum kvinnan hevur verið gift við hesum manninum alt ov leingi, og nú hevur hon fingið nokk. Endin á søguni er tó sera opin. Vit fáa ikki at vita um hon góðtekur hjúnarbandið, ella um tað verður skilnaður teirra millum. Hon tykist tó bert at góðtaka tað, sjálvt um hon ikki elskar hann. Tú veit ikki sum lesari, hvat er hent teirra millum. Er tað konan, ið er illa fyri sálarliga? Er tað rúsdrekka sum spælir inn? Ella er tað okkurt heilt annað? Tó haldi eg tað tykist sum kvinnan er gift við einum manni, sum henni als ikki dámar; hon nevnir fleiri ferðir, at hon hatar hann. Hon livir eina lygn og hevur leitt seg sjálva í villareiði av hesum manninum, sum hon helt var tann rætti maðurin fyri hana. Tá hon síðani roynir at staðfesta hetta fyri manninum, eydnast tað henni ikki. Tað kunnu verða fleiri orsøkir til at parløg/hjúnaabond verða upployst. Ein orsøk kann verða, at hjún ikki hava nóg nógva tíð til hvønn annan. Fólk í nútíðini hava fult skemað hvønn dag; eru til arbeiðis, avheinta og koyra børn í skúla og til ymsar ítróttargreinir, skulu á fundir o.s.fr. Tá man kemur heim, er man útlúgvaður og hevur ikki tíð til hvønn annan. Ein onnur orsøk, sum eisini tykist at verða til staðar í søguni, er alkoholmisnýtsla. Um annað í hjúnalagnum hevur ein alkoholtrupulleika, er man ofta ikki arbeiðsførur og hevur ikki tíð til konu/mann og børn. Parløg fara sum oftast í upploysn av hesum trupulleika, um annar parturin ikki tekur seg saman. Parløg í dag eru ikki sum fyrr. Um annar í parlagnum er ótrúgvur, er lætt at fara frá honum/henni. Fyri 60-70 árum síðan var søgan ikki hin sama. Kvinnan hevði sum oftast onga inntøku og var bundin at manninum. Nútíðin er fylt við sjálvstøðugum kvinnum, sum kunnu klára seg sjálvar. Hetta kann eisini verða ein orsøk til hjúnaskilnað; kvinnan er ikki líka bundin at manninum, sum fyrr. Um ein kvinnan ikki hevði sterkar kenslur fyri manninum, var ikki lætt at fara frá honum, men í dag er lættari. Hagtølini fyri skilnaðir í dag eru sera høg. Tølini veksa alsamt og ofta eru børnini í klemmu. Tað er ikki lætt sum barn at hava skild foreldur. Tað er allatíðina barnið, sum skal taka avgerðirnar; skal eg verða hjá mammu ella pápa á jólum? Skal eg halda føðingardag hjá mammu ella pápa? Tað eru sjálvandi eisini pør sum finna væl útav tí aftaná skilnaðin, og tað er eisini tað besta fyri barnið. Naja roynir helst at fáa kvinnuligu rolluna fram í hesi søguni. Hon varpar ljós á hjúnaskilnað og ósemjur millum pør. Í hesi stuttsøguni er tað kvinnan í ger vart við trupulleikan, sum maður hennara ikki leggur til merkis, men vit fáa ikki at vita, hvussu endin hjá teimum er. Kvinnurnar í hesum tíðarskeiðinum eru ikki eins bundnar at monnum sum fyrr, og Naja vil við søguni vísa á, at kvinnurnar í dag eru sterkari og sjálvstøðugari. Kvinnur kunnu klára seg sjálvar eins væl og menn kunnu. Hatta er ikki maður mín Uppgávuorðing Greina og tulka stuttsøguna "Hatta er ikki maður mín" (tekstur 1). Legg m.a. dent á Sjónarhorn myndamál og persónslýsing. Met um temu í søguni og set í frásjón. Inngangur Hon eygleiðir tey fullu fólkini í vertshúsinum sum berjast við at sleppa fram at jukeboksini, hon er illa fyri. Hann roynir eftir henni, og kemur allatíð við sínum ólekkru viðmerkingum. Hon er troytt av øllum teimum fullu fólkunum og vil bara heim í song. Brádliga vaknar hon, ein maður kemur inn í íbúðina. Hon øsir seg inná hann, inntil hann fortelur henni at hann býr í íbúðini. Hon er frá sær sjálvari. Dagin eftir fortelur hann henni at tey eru gift. Hann fer upp at gera sær kaffi. Hon vil ikki vera við at hann er maður hennara. Rithøvudur Stuttsøgan "Hann er ikki maður mín" er skrivað av Naja Marie Aidt í 1995. Hon er ein danskur rithøvundur, og er fødd í 1963 í Aasiaat í Grønlandi. Hon hevur skrivað stuttsøgur, leikskaldskap, sangir, barnabøkur og so hevur gjørt handrit til filmin "Strings". Oddfríður Marni Rasmussen týddi stuttsøguna til Føroyskt. Upprunaliga var søgan úr savninum Tilgang, 1995. (Naja Marie). Greining/tulking Søgan gongur fyri seg í innara sjónarhorið, og hon verður sædd gjøgnum eyguni á frásøgufólkinum í 1. Persóni. Eisini kenna vit hugsarnir hjá frásøgufólkinum. Hetta síggja vit gjøgnum allan tekstin tí frásøgufólkið greiðir frá um sínar meiningar um mann sín. Hon sigur m.a. ''Eg hati hann, "Eg brenni innan. Hasin har inni, hatta er ikki maður mín." (Regla 84-86). Søgan hevur ein tíðarraðarbygnað tí gongdin fer fram í tíðarrøð. Har verður ikki lopið aftur í tíð, og eiheldur framm, og málsligi bygnaðurin er ógvuliga einkultur. Søgan byrjar beint í nútíðini, og vit vera førd beinleiðis inn í gerðirnar hjá frásøgufólkinum, og hon endar eisini uppá sama máta. Byrjanin fær lesarin til at fáa hug at lesa víðari, tí ein vil skapa eina meining við at lesa inngangin. Og tað er á sama hátt í endanum (Regla 85), har hon enn ikki vil ganga við til at hann er maður hennara. Søgan kann býtast upp í tveir partar. Í fyrsta parti hoyra vit um tá hon er í vertshúsinum, og annar parturin har hon roynir at greiða manninum frá at hon ikki vil hava nakað við hann at gera. Tema Søgan hevur nógv undirtemu, m.a. sorg, sjúka, vreiði og drykkjuskapur. Høvuðstemaði í Søguni er "Hjúnarskilnaður". Um ein hyggur eftir hagtølunum fyri hjúnarskilnað í 1995, tá søgan er skrivað, er halltalið nógv vaksandi um hesa tíðina (..1). Í 80'unum vóru hagtølini viðv. Hjúnarskilnað sera høg, men í 1990 lækkaðust tey, og tað førdi við sær at fólk fingu størri áhuga í at gifta seg. Í 1995 hækkaðist tey aftur. So ein kann hugsa sær at Naja Maria Aidt hevur skrivað søguna í samband við at hjúnarskilnaðurin var hækkaður í hesum tíðarskeiðinum. Kvinnan. Hon er gift við einum manni sum hon ikki elskar. Tey hava nógvar trupulleikar í teirra hjúnarbandi. Tað sæst gjøgnum alla søguna. Eitt dømi er á (reglu 15), har hon undrast yvir at hon enn er edrú, hóast hon vónaði at heimurin fór at sýnast ljósari. Hon handlar sum hon hugsar, og er ógvuliga forvirrað og skilur ikki at hon hevur gift seg við honum(regla 80). Hon hevur roynt at smitað hann út, men hann skilur tað ikki. Tað er einki yvamál um at hon er sannførd um at tey ongantíð hava havt samband, og so slett ikki at tey eru gift. Hon vamlast av honum, sum sæst á reglu 64, har hon rennur út fyri at spýggja. Hon roynir at loysa trupulleikarnir á ein skilaleysan hátt, og tí kan hugsast at hon hevur eina krisu. Krisur koma í mongum ymiskum støðum. Ein kann uppliva krisur bæði einsamallur, og saman við øðrum. Ofta er krisan eitt úrslit av problemum í samlívi og tilveru við øðrum fólkum: Hjúnarkrisur, familjutrupulleikar, trupulleikar á arbeiðsplássinum og mangt annað. Um ein letur krisuna útvikla seg, er tað møguligt at hon krisan ræðið. Tað tykist at kvinnan hevur útviklað eina depressión, og klárar ikki sjálv at koma úr henni. Hon koyrur problemini yvir á mannin, ið ikki dugir at síggja at hon er deprimerað, og av tí sama so fær hann ikki gjørt nakað. Hetta ger so tað at hon byrjar at hata hann, og í søguni síggja vit at tað er ikki smávegis sum hon hatar hann. Alt hetta fær hana at nogta at hon nakrantíð gifti seg við honum. Flestu undrast allarhelst á at hann má greiða konu síni frá at tey eru gift. Hon hevur møguliga mist minnið av sjúkuni. "Og so løgið, sum tað ljóðar, so eri eg giftur við tær. Og tú ert gift við mær"(regla 74). Allir hesir trupulleikarnir kunnu siga okkum at hon hevur ógvuliga stórar sálarligar trupulleikar. Maðurin. Maðurin er giftur við kvinnuni sum er høvuðspersónurin í søguni. Hann tykist ikki at vera serliga ávirkaður av problemunum teirra millum. Men um ein hugsar um hansara lívsstíl, kann tað tykjast at hann hevur nakrir trupulleikar. Ein av teimum er at hann drekkur illa. Hann útihýsir sínar trupulleikar, og tykist ikki at síggja hvørjari støðu kona hansara er í. Men tað sæst at tað lýsnar eitt sindur hjá honum á reglu 62. "Er tað skemt?" spyr hann, meðan hann flennir, "tí, um so er, so er hetta fanin gali sjúkligt skemt." Tá hann kemur heim frá vertshúsinum, og hon "leypur á hann" blívur hann illur, men leggur seg síðani at sova, uttan at loysa trupulleikan. Hansara atburur stemplar hann sum ein ið heldur at alt fer at ganga. Hann gongur ikki høgt uppí hvat konan hugsar um hann (regla 53) "Andin frá honum er súrur, sum rotin tari, ella tað, sum verri er". Hann er ógvuliga hjartaleysur. T.d. tá hann klappar henni á høvdið ístaðin fyri at troysta hana. "Síðani fari eg aftur at gráta, eg smokki saman niður á køksborðið og tútbrøli."Tað er púrasta galið við tær, ha," sigur hann blídliga og klappar mær á hárið.(regla 65). Í byrjanini av søguni fáa vit eina kenlsu av at rithøvundurin heldur at kvinnan er eitt skilagott menniskja. Tað sæst m.a. tá hon skrivar at kvinnan fer heim, tí hon heldur seg ikki hava nakað felagsáhugamál við mannin á vertshúsinum. Tá ein síðani kemur longri inn í tekstin, før man at vita at tað er maður hennara, tá fáa vit hennara meining at vita; Hon heldur av kvinnan er eitt óstøðugt menniskja, ið livir saman við einum manni, ið ikki skilur konu sína á nakran hátt. Eitt dømi uppá tað er (Regla70) "Nú er ballið buið, hon sjálv, hetta er ov galið. Soleiðis spæla vit ikki her. Eg eri maður tín, og hetta bjóðar tú mær ikki." - Verður illur tí hennara illsemi og grátur heldur á framm. Hann kennur hana ikki aftur í gerðum hennara, og tykjist hjartaleysur. Endin Endin á stuttsøguni er sera opin, og leggur ikki upptil at kvinnan fer frá manninum, og eiheldur at hon verður saman við honum. Eftir øllum at døma sum sagt, so vildi eg mett at teirra hjúnarband fær sín enda. Søgan endar tó við at kvinnan næstan verður noydd at viðganga at hon er gift við manninum. Rithøvindurin ger mannin menniskjasligan við at geva honum eitt navn: "Hendrik". Í gjøgnum alla søguna verður hann lýstur sera ómenniskjasligur, men í endnum broytist søgan heilt, tí maðurin fær sín samleika. Keldur http://www.kristeligt-dagblad.dk/skilsmisse Psykologiens veje Hatta er ikki maður mín At ganga í hjúnarlag saman, er eitt av tí størsta ein maður og ein kvinna kunnu gerða. At geva lyfti til hvønn annan "at elska til deyðin gerð skilnað tykkara millum" er eitt stórt og ikki minst sera týdningarmikið lyfti. Hóast mong geva hvørjum øðrum hetta lyfti, er tað tíverri ikki hjá øllum at lyfti helt, hóast hetta var teirra ætlan.Talið av hjúnarskilnaðum veksur alsamt og er tað ikki nakað ein kendi til fyri bert 20 - 30 árum síðani. Høvundurin ið hevur skrivað stuttsøguna eitur Naja Maria Aidt. Stuttsøgan er úr tíðarritinum Vencil nr. 14 ár 2013. Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt til føroyskt, upprunaliga úr savninum Tilgang frá 1995. Stuttsøgan snýr seg um eina kvinnu ið ikki kennir seg væl til eina veitslu. Kvinnan er troytt av øllum teimum ávirkaðu persónunum, so hon tekur hýruvognin heim til sína íbúð. Brádliga vaknar hon við, at ein maður kemur inn í íbúð hennara, hon verður skelka og biðjur hann fara avstað aftur beinanvegin. Hann fortelur henni, at hann er maður hennara, og at hann eisini býr í íbúðini. Morgunin eftir heldur maðurin fram í síni dagligu rutinu, men hon minnist ikki at hann er maður hennara. Stuttsøgan er uppbygd í tíðarrøð uttan afturlop. Teksturin byrjar beinleiðis í eini hending, ið fangar áhugan hjá lesaranum. Stuttsøgan endar við eini hending, har kvinnan enn ikki kann góðkenna, at Henrik er maður hennara. Stuttsøgan er deild upp í trý brot. Tað fyrsta brotið byrjar á síðu eitt, r. 1 til 20, har stuttsøgan snýr seg um vertshúsið. Næsta brotið byrjar á síðu eitt, r. 21 til 44 og snýr seg um, tá ið kvinnan seint eina náttina kemur heim frá vertshúsinum. Nakað seinni kemur maður hennara heim, og hon øsir seg inná hann. Triðja brot byrjar á síðu tvey, r. 45 til 85 og snýr seg um tá ið tey eru vaknaði næsta morgun og fara at skeldast. Alt í alt strekkir stuttsøgan seg frá klokkan fýra um náttina til klokkan ellivu fyrrapartin næsta dagin. Í stuttsøguni hevur sjónarhorn ein týðandi leiklut. Stuttsøgan fer fram í innarasjónarhorni, har søgan verður sædd gjøgnum eyguni hjá høvuðspersóninum í 1. persóni. Tað sæst í øllum tekstinum, har høvuðspersónurin lýsir sínar meiningar og hugsanir. Dømir úr stuttsøguni eru t.d. "eg brenni innan", eg hati hann" (r. 43). Sjónarhorni broytist frá reglu 69-79, har ið vit fáa sjónarhorni hjá Henrik. Vit fáa ikki at vita hvat Henrik hugsar um konu sína, men vit fáa at vita hvussu hann berur seg at, rundan um hana. Setningsbygnaðurin í stuttsøguni er miðal langir setningar. Teir eru ikki torførir at skilja, og tað er nógv beinleiðis tala. Eitt dømi um beinleiðis talu er "Vilt tú hava, at eg ringi eftir politinum, skríggi eg" (r. 39-40). Setningarnar lýsa væl stílin og orðavalið, tí at stuttsøgan hevur nógvar beinleiðis hendingar. Stíllegan er gerandislig við nútíðar orðavalið, so hon passar væl inn við, at verða skrivað í 1995. Huglagið í stuttsøguni er dapurt og ræðandi. Ein fær ein lítlan kvøkk av at lesa stuttsøguna, tí ein ikki veit heilt hvør í hesin maðurin er. Vit lesa ikki um nakað gott og glediligt í søguni, vit lesa bert um hvussu negativt og tungt teirra lív er. Eisini lesa vit um, hvussu negativan tóna tey hava, tá tey tosa saman. Stuttsøgan verður søgd samstundis, sum hendingarnar fara fram (medlit). Stuttsøgan gongur fyri seg um veturin mitt í 1900 talinum. Staðið stuttsøgan gongur fyri seg er í einum stórbýi. T.d. kunnu vit lesa at kvinnan tekur ein hýruvogn heim frá verksthúsinum (r. 15). Eitt annað í vísir á, at hon býr í einum stórum býi er, at hon býr í eini íbúð (r. 29). Tað, at hon býr í eini íbúð, vísir á at tey eru frá miðstættini. Eitt annað dømi um at tey eru frá miðstættni er, at hon hevur ein gull giftiring (r. 81). Teirra málburður liggur tó í undirstættinum. Henrik sigur t.d. "Sovorðin lítil mer." (r. 76). Eg ímyndi mær, at tey liva í eini frásøgn í er millum undirstættin og miðstættin. Persónarnir í stuttsøguni eru óbeinleiðis lýstir tað vil siga, at teir verða lýstir gjøgnum tað, sum teir hugsa siga og gerða. Høvuðspersónurin í stuttsøguni er gift við Henrik. Tey hava verið gift síðani 24.08.1986 (r. 85). Hon býr saman við Henrik í eini íbúð, og tey hava stórar trupulleikar við teirra hjúnabandið. Tað sæst í øllum tekstinum, men serliga í reglu 15, har hon undrast á hví hon er edru, hetta sjálvt um hon roynir at drekka seg vekk frá sínum trupulleikum. Í reglu 64 kunnu vit lesa um at hon rennur inná vesið at spýggja tí hon fær inniligt vaml av Henrik. Kvinnan livir í einum hjúnabandið við Henrik, sum hon noktar, ella rætt og slætt ikki minnist ella veit nakað um (r. 81-83). Ein kann hugsað, at kvinnan hevur rúsdrekka trupulleikar. T.d. eru tey bæði á vertshúsið dagin fyri kvinnan skal til arbeiðis. Eitt annað dømi er, har hon sigur " Eg fái mær ein hýru vogn og undrist á, at eg eri edrú, tí at so nógvir eru farnir niðurum í teirri vón, at heimurin fór at sýnast ljósari" (r. 14-17). Hetta vísir, at hon ikke er nøgd við lívið hjá sær, hon vildi gjarna at tað skuldi verða øðrvísi. Eitt dømi um, at tað ikki er fyrstu fer hjá henni at tey drekka er, har Henrik sigur "Lítla kona mín er vorðin gagg gagg. Tað er eyðsæð, at tú ikki tolir at drekka meir"(r. 67-68). Hjúnarbandið millum hana og Henrik er fylt við trupulleikum, t.d. stendur "Eg brenni innan. Eg hati hann" (r. 43). Henrik spyr hana hví hon ikki er farin til arbeiðis, sum um tað er nakað viðfáning, at hon ikki passar sítt arbeiði (r. 59). Mátin kvinnan taklar støður uppá eru sera óvittøkur máti. T.d. setur hon seg niður at gráta tá ið Henrik skeldar hana ístaðin fyri at, reisa seg upp og siga ímóti. Alt í alt hevur hon stórar sálarligar trupulleikar sum viðføra, at hon drekkur ov nógv. Hon lukkar seg sjálva inni í eini dreymaverð, ein verð har hun noktar tað hon ikki vil góðkenna. Henrik er giftur við kvinnuni, sum er høvuðspersónur í stuttsøguni. Beinleiðis virkar hann ikki til at verða serliga ávirkaður av teirra trupulleikum í hjúnabandinum. Hann virkar líka glaður við teirra hjúnaband. Eitt dømi er, tá ið hann kemur heim frá vertshúsinum og hon verður ill inná hann, hetta ilskast hann um og ístaðin fyri at loysa trupuleikan, fer hann inn at leggja seg at sova á sofuni í stovuni. Tað vísir seg, at hann helst letur tingini liggja og vónar, at tey verða loyst av sær sjávlum. Henrik lukkar av fyri trupulleikunum, og yvirsær sálarliga støðuna hjá konu síni. Av eini ella aðrari orsøk er hann byrjaður at drekka og gongur møguliga ikki upp í hvat kona hansara heldur um hann, "Andin frá honum er súrur, sum rotin tari, ella tað, sum verri er" (r. 52). Eg haldi ikki at tað hetta er fyrstu fer at hann er ávirkaður. T.d. sigur hann "Lítla kona mín er vorðin gagg gagg. Tað er eyðsæð, at tú ikki tolir at drekka meir"(r. 67-68), tað ljóðar sum nakað ið tey hava gjørt saman. Hann er ikki ein maður ið vísir ella gevur konu síni umsorgan. Vit hava sama varhugað av, at maðurin eisini hevur trupulleikar við alkoli. Av eini ella aðrari orsøk er hann byrjaður at drekka, og leggur hann ikki í hvat kona hansara heldur um hann longur. Teirra hjúnarband kann tulkast sum nakað tey ikki eru saman um. Kvinnan fer avstað úr vertshúsinum uttan at siga nakað við hann. Tey høvdu tað gott saman tá ið tey blivu gift í 1986, men av eini ella aðrari orsøk eru tey vaksin frá hvørjum øðrum, tey hava ikki brúk fyri hvørjum øðrum meira. Høvuðstemaið í stuttsøguni er brotið hjúnaband. Tað sæst gjøgnum allan tekstin at tey hava stórar trupulleikar við teirra hjúnabandið. Síðsti setningurin í tekstinum: " Eg brenni innan. Hasin har inni, hatta er ikki maður mín" (r. 85) hetta sipar til, at kvinnan so avgjørt ikki er nøgd við lívið, hon er ólukkulig. Hon kennir ikki sín egna mann, ið sipar til, at tey hava vánaligt samband millum hvønn annan. Endin av stuttsøguni er opin, við tað at Naja Marie Aidt ikki avdúkar, hvat ið víðari fer at henda við hjúnabandinum hjá kvinnuni og Henrik. Undir øllum tekstinum er tað ein undirtóni av sorg frá síðuni hjá kvinnuni. Nakrar myndir eru í søguni. "eyguni eru sum fiskaeygu, standa eitt sindur útúr" og "gullringur situr skrivaður niður í kjøtið". Hesar myndir eru ógvusligar, og vísa enn einaferð at hon ikki er nøgd við lívið hjá sær. Stuttsøgan er ein mynd uppá hjúnbandið millum ein mann og eina kvinnu og teirra støðu sum hjún. Í 1995 er tað stórur vøkstur í mongd av brotnum hjúnarbondum ímun til árini undan hetta. Í 1800 talinum var prosent talið av hjúnarskilnaðum sera høgur, men í 1900 lækkaði hann aftur, og tað gjørdist alsamt meira vanligt at fólk gingu í hjúnarlag. Í dag gest tað alsamt meira vanligt at pør lata seg sundurskilja. Við hesi stuttsøgu kemur Naja Marie inn á tað týðandi evni "brotið hjúnaband". Naja Marie Aidt vil við stuttsøguni vísa á, at tað eru fleiri eins og kvinnan í stuttsøguni, ið liva í einum ólukkuligum hjúnarlagið. Maðurin og kvinnan hava ivaleyst verið lukkulig saman einaferð, men í tekstinum kunnu vit lesa at sum tíðin líður, gongur tað meira og meira upp fyri kvinnuni, at hon hatar hann. Høvundurin vil við søguni vísa á, at hjúnarband ikki altíð lætt, deiligt og ljósareytt. Øll parløg hava trupulleikar, men hóast tað, noyðist hjúnaðarskilnaður ikki at koma fyri. Teir flestu trupuleikar eru til at loysa. Eru trupuleikar so skulu og mugu teir loysast, hetta er nokk ikki altíð so lætt. Tað tykist ikki, sum at tey bæði í søguni tosa nógv saman, hetta er óiva ein av orsøkunum til, at parlag teirra ikki gonngur so gott sum tað kundi gjørt. Persónliga meini eg at móttakarar til tekstin eru ung frá 15-25 ár. Eftir míni meining haldi eg, at høvundurin hevur skrivað hesa stuttsøgu sum eitt vandatekin um hvussu skjótt lívið kann falla frá hvørjum øðrum. Man kann gloyma at virðismeta sítt lív og drekka tað frá sær alt sum tað er, har hugsi eg um familju, arbeiði, pengar, ja alt ið veruliga hevði týdning í lívinum. Teksturin kann setast í realismu, tí at teksturin sipar til eina hending ið hevði kunnað fari fram í dag, fyri eitt og hvørt hjún. Stuttsøgur í stuttsøgusavniðinum "Tilgang" hjá Naja Marie Aidts er sum oftast um vaksin menniskju, ið liva lívið uttan fast grundarlag og felagskab. Hetta ger seg eisni galdandi í stuttsøguni "Hetta er ikki maður mín". Hatta er ikki maður mín Søgan snýr seg um eina konu, ið eru í einum hjúnabandi, sum hon ikki vil vera í. Eftir eitt vanligt kvøld, í einum vertshúsið, kemur konan við tí niðurstøðu, at hon ikki kennir sín mann longur. Søgan, sum er skrivað av Naje Marie Aidt í 1995, er vorðin týdd til føroyskt av Oddfríða Marna Rasmussen í 2013. "Hatta er ikki maður mín" er upprunaliga skrivað í 1995, men hon hoyrir eisini til í dag. Hjúnaskilnaður ella ólukkulig hjúnabond eru mest sum vanlig í dag fyri nógv hjún. Søgan fevnir seg um í uml. eitt hálvt døgn. Í byrjanini eru tey úti og drekka, og so í endanum skeldast tey við morgunmatartíð, tí vit hoyra at maðurin fer upp og ger kaffi, og spyr konuna hjá sær hví hon ikki er til arbeiðis. Søgan er lættlesilig, men hongur ikki saman innihaldsliga. Orðini eru løtt, og setningarnar eru ikki langir. Stíllegan er gerandislig, men er eisini merkt av talumáli og ungdómsmáli sum: "Sovorðin lítil mer". (linja. 76) Málið og stílurin í søguni skapar eitt dapurt og ræðandi huglag. Søgan byrjar í medias res tvs. at søgan byrjar mitt í einari hending, har ið bakgrundin hjá persónunum ella hendingini ikki verða lýst lesaranum áðrenn. Gongdin í søguni fer fram í tíðarrøð, og hevur ongan framlitir ella afturlitir. Frásøgufólkið er konan í hesari søguni. Allar hendingarnar og hugsaninar eru eftir hennara sjónarhorni. Av tí at søgan verður sædd gjøgnum einum ávísum persóni, og lesarin fær hugsaninar hjá viðkomandi at vita, er søgan skrivað eftir innara sjónarhorni í 1. persóni. Vit kenna bara hugsaninar hjá henni, og ikki um hugsaninar hjá honum. Frásøgufólkið (konan) fortelur søguna kensluligt tvs. at hon fortelur hana ikki neutralt. Kenslurnar hjá henni taka lættliga yvir, tá ið hon lýsir umhvørvið. Tá ið hon skal tosa um mannin (Hendrik) fáa vit eina ringa uppfatan av honum, tí at hann verður lýstur so negativt. Hendrik er maðurin hjá høvuðspersóninum í søguni. Hann er ein, ið ikki ávirkast av tvídráttum. Tá ið kona hansara rópar og skeldar hann, leggur hann seg bert at sova á sofuni, ístaðin fyri at svara henni aftur. Kona hansara ella frásøgufólkið lýsir hann sum kensluleysan (linja. 2-3) við at siga, at hansara eygu eru sum fiskaeygu. Hjúnabandið hjá teimum er upployst, men hann virkar ikki til at hava ein illgruna um tað. Sjálvt um hann rennur burtur undan trupulleikunum í hjúnabandinum hjá sær, er hann tann einasti av teimum báðum, ið roynir at varðveita hjúnabandið. Hann er tó eisini illsintur (linja. 69) til tíðir. Man fær eisini varhugan av at honum dámar væl at drekka, og at hann ger tað regluliga. Hann og konan eru voksin frá hvørjum øðrum, hon kennir hann ikki aftur. Frásøgufólkið er konan, og hon lýsir mannin hjá sær beinleiðis. Konan hjá Hendrik er ein deprimerandi kona, sum ikki elskar hann. Henni dámar ikki mannin hjá sær, og hevur ringt við at búgva saman við honum. Í hennara eygum er hjúnabandið millum tey bæði upployst, og hon roynir ikki at bøta um støðuna. Hon sigur seg ikki minnast, at hon er vorðin gift við honum, og at tey búgva saman. Eisini klárar hon ikki tankan um útsjóndina hjá manninum. Hon fær vaml og spýr av tí. (linja. 63-64) Hon hevur lætt við at buka, sláa og vera ógvuslig móti Hendrik, sum er eitt tekin uppá, at hon er ólukkulig. Hon hevur tað ikki gott sálarliga, og roynir eisini at drekka trupulleikarnir burtur (linja. 14-16). Útfrá søguni kann eisini sigast, at hon møguliga er alkoholikari, tí at hon er úti og drekkur mitt í viku, og leggur ikki í um hon skal til arbeiðis dagin eftir. Hon hevur heldur einki í móti at vera heima, tá hon eigur at fara til arbeiðis. (linja. 58-59) Eingin menning fer fram hjá høvuðspersóninum, man veit faktiskt ikki hvat hon ger í endanum. Um hon verður verandi hjá manninum ella rýmir, er nakað sum lesarin má ímynda sær sjálvur. Tá ið man ikki veit endan í einari søgu, verður endin kallaður fyri ein opin endi. Vit fáa eisini ta fatanina at tey eru í miðstætti, tí konan leggur ikki nakað serligt í arbeiðið hjá sær, so hon er ikki eitt arbeiðsgrev, sum nógv í yvirstættinum eru. Tey eru heldur ikki undirstættaði, tí at tey hava ráð til drekka ofta og so hava tey bæði eisini gullringar. Frásøgufólkið, sum er sjónarhornið hjá konuni, lýsir mannin hjá sær negativt. Í summum tilburðum er tað bara tí at hon veruliga hatar hann, men í einum setningi er lýsingin djúpari enn hvat hinar hava verið um hann. Setningurin, "Hann roynir at reisa seg upp, styðjar seg við sínum stóru hondum móti vegginum..." kann vera ein mynd fyri okkurt ringt. Vanliga sigur man, at tá ið man hevur eina reina samvitsku hevur man reinar hendur, og tí fær man varhugan av at Hendrik hevur gjørt okkurt ringt ímóti konuni, tí at hansara hendur verða lýstar sum "skitnar" heldur enn reinar. Tað kundi verið ótrúðskapur t.d., og tað kundi verið orsøkin til at teirra hjúnaband er upployst, og at hon hatar hann. Hann roynir at bjarga hjúnabandinum, tí at hann følir seg illa at hava gjørt hetta ímóti henni, og hon hevur givið upp, tí hon ikki hevur fyrigivið honum. Eitt annað myndamál er eisini tá ið Hendrik kemur heim um náttina. Hann loyvir sær sjálvum inn, og verður konan svøk og krevur lykilin frá honum. Hann noktar, tí at tað er hansara lykil og at lykilin er til teirra hús, sum tey eiga saman. Lykilin kann tulkast sum eitt hjúnaband í hesum førum. Hann loyvir sær sjálvum inn, men konan góðkennir tað ikki og vil fáa lykilin frá honum. Soleiðis gongur tað eisini fyri seg í hjúnabandinum hjá teimum. Hann roynir at loyva sær sjálvum inn í hennara lív, men hon góðkennir hann ikki, so hon vil gjarna fáa ringin aftur, so at tey ikki eru hjún meira, og hon sleppur burtur frá honum. Konan samanber eyguni hjá Hendrik við fiskaeygum, (linja. 2-3) og tað er so ein samanbering, har hon samanber mannin hjá sær við nakað kalt og kensluleyst. Fiskaeyga verður sýmboliserað sum nakað kámut og kalt. Temu í søguni er hjúnaband. Hjúnabandið er grundlagið í hesari søguni, tí at talan er um eini hjún, ið hava trupulleikar. Trupulleikar, sum nokk øll hjún koma út fyri fyrr ella seinni. Tá ið man kemur út fyri ósemjum, hevur tað nógv at siga hvussu man loysir trupulleikan. Tá hevur samfelagið nakað at siga um hvussu vit loysa hann. Skal man skiljast, um man ikki passar saman meir, og hevur mist hugin til hvønn annan, ella skal man arbeiða hart og royna sítt besta fyri at sleppa undan hjúnaskilnaði? Fyrr í t.d. 1970, tá ið rithøvundurin Naja Marie var barn, var hjúnaskilnaður ikki vanligur. Tá skuldi man búgva saman, og royna at verja kjarnufamiljuna. Í dag er øðrvísi. Nú er tað púra vanligt hjá eini hjún at skiljast, og tíverri skiljast nøkur áðrenn tey veruliga hava roynt sítt besta at bjarga hjúnabandinum. Soleiðis er tað vorðið í dag. Vit eru farin frá at hjúnaskiljnaður er óvanligt til at hjúnaðarskilnaður er vanligt. Søgan er eitt gott dømi uppá hvussu nógv nútímans hjún síggja út. Ólukkuligheit og noktan. Man fært tí fatanina at Hendrik og konan ikki hava hugsað seg væl um, tá ið talan er um eitt hjúnaband, ella hava tey bara ikki arbeitt hart nokk til at fingið tað at rigga. Í byrjanini fær man ta áskoðanina at konan er klók og skilagóð, og veit hvar hennara mark er. (linja. 6-9) Hon lýsir hvussu býtt fullu fólkini uppføra seg, og rýmir frá einum manni, (ið seinni vísir seg at vera Hendrik) tí hon heldur hann ikki út. Jú longur í søguna man kemur, jú meira forvirrað virkar hon at vera. Tað at hon "gloymir" at Hendrik er maður hennara, fær hana til at virka óálítandi. (linja. 28-30, 84-86) Í endanum fangar man so eisini at søgan er um eina forvirraða konu, sum livir við sínum manni, ið er kaldur og ikki hevur nakra fatan yvir kvinnum. Annars er søgan rættiliga einføld og greið. Søgan kann ikki missskiljast, men hon kann hava nakrar setningar, ið fær lesaran at hugsa eitt sindur eyka. Hatta er ikki maður mín Søgan "Hatta er ikki maður mín" er skrivað av Naja Marie Aidt og hevur uppruna úr savninum "Tilgang, 1995". Søgan bleiv týtt til føroysk av Oddfríður Marni Rasmussen. Søgan byrjar "in medias res" og er í stuttum um eini hjún, sum eru í býnum á eini bar og drekka eitt sindur av alkoholi, hvar tað gongur upp fyri konuni, at henni dámar ikki mannin longur. Seinni sama kvøldi hoyra vit, at konan heldur, at maðurin sum er heima hjá henni á miðari nátt er endaður skeivt og hon er sannførd um, at hesin maður ikki er hennara maður. Maðurin, ið eitur Henrik roynir tó at siga við konuna, at hann er maður hennara og tey eru gift, men tað nyttar líti og konan stendur føst við sína meining, um at Henrik als ikki er maður hennara. Søgan verður fortald av konuni, sum er frásøgufólkið og eisini høvuðspersónurin. Søgan er fortald í 1. persóni við innara sjónarhorni. Gjøgnum alla søguna sigur hon frá sínum tonkum og kenslum: "Í somu løtu skilji eg..." (r. 1), "[eg] undrist á, at eg eri edrú..." (r. 14-15) og "Eg eri alt ov uppøst. Eg brenni innan." (r. 43). Hetta fær okkum at fáa samkenslu fyri henni. Eg meti tó, at søgan skiftir sjónarhorn til sjónarhornið hjá Hendriki, har hann sleppur at siga tað hann meinar (r. 69-79), eftir hetta skiftir tað aftur til konuna. Søgan fyrigongur ikki yvir eitt langt tíðarskeið. Vit fáa at vita, at klokkan er 4 um náttina tá hon fer heim, og at hon vakir Henrik aftur klokkan 11 morgunin eftir. Rokna vit so tímarnar saman gevur hetta okkum eitt tíðarskeið uppá áleið 7 tímar. Søgan gongur fyri seg um veturin (r. 14), og eina ferð eftir 1986, tí tá blivu tey gift (r. 85). Eisini verður ein jukeboks nevnd (r. 7). Tær verða ikki nýttar nógv longur, í staðin fyri verður heldur nýtt útvarp ella fløguspælari til at spæla tónleik við. Í søguni spyr Hendrik konuna, hvi hon ikki er til arbeiðs og ger síðani kaffi, sum um einki er hent og sum um tað ongan tídning hevur, at hon ikki ger sítt arbeiði (r. 58-59). Hetta kann tíða uppá, at tey liva ikki liva í miðstættini, men heldur í undirstættini. Hjúnaskilnaðurin byrjaði at taka seg sjónliga fram í 90'unum, og er nakað sum hendir vanliga í dag, tí meti eg at søgan fyrigongur í 90'unum. Konan er høvðuspersónurin í søguni, tó fær hon einki navn og ongan aldur givnan í tekstinum. Men hon er helst ein tilkomin kvinna, tí hon er gift við manninum Henrik, gongur á barr og drekkur seg fulla av alkoholi. Men tað vísir seg seinni, at henni ikki dámar sera væl Henrik, og hon verður lætt ill inná hann: (r. 28 + r.43). Hon hevur tað ikki bert lætt at blíva ill, men eisini er hon sera harlig og nýtir harðskap, tí hon vil ikki, at maður hennara skal verða inni í teirra húsið: "... eg rópi: "Far út í stundini, út við tær, far, burtur, FAR!" Eg sparki eftir honum og royni at draga hann yvir móti upplatnu hurðini. Eg sparki og slái og kundi havt sligið hann í hel..." (r.30-32) og "Eg skumpi hann burtur." (r.63). Henni tykist at hava alkoholtrupulleikar, tí vit lesa um, at hon fer á vertshús náttina upp til hon skal til arbeiðis, og tað tykist sum um, at tað ikki er fyrstu ferð, hon heldur seg heima heldur enn at fara til arbeiðis. Møguliga hevur kvinnan verði í gjøgnum okkurt ræðuligt, og er blivin heilt frá sær sjálvari. Hon hevur ikki vita, hvussu hon skuldi bera seg at, og er tí byrja at drekka seg fulla av alkoholi, og nú hevur hon drukkið alkohol so ofta, at hon følir ikki at hon er full, men heldur hon er edrú (r. 14-15). Mátin hon ber seg at uppá, er ikki ein væl gjøgnum hugsað loysn, har hon bara rópar eftir Henrik um at sleppa sær burtur. Hetta kann vísa á, at hon er í eini krisu, og ofta kunnu krisur koma av trupulleikum í tí sosiala, t.d. truplleikar sum hjúnaligar krisur, trupulleikar á arbeiðspássi ella familju trupulleikar. Krisur føra ofta til tunglyndi, ótta, vreiði ella sorg, og hetta kann verða ein møgulig orsøk fyri hennara hatur til Henrik. Henrik er giftur við konuni, ið er høvuðspersónurin í søguni. Hon lýsir eygu hansara sum, at hann hevur eygu sum fiskaeygu; ið standa eitt sindur útúr, eru bleik og vatnkend (r. 2). At byrja við er Henrik eitt sindur aftur haldin og letur konuna skelda, sláa og sparka eftir honum, uttan at gera henni nakað smávegin aftur, men leggur seg heldur bara at sova. Tó sigur Henrik nakað áhugavert seinast í søguni, um ringin á ringfingrinum, og um tað at verða giftur við onkran, har hann veruliga sigur sína meining (r. 71-75). Henrik tykist eins og konan, til at hava trupulleikar við alkoholi, tó er hesin trupulleikin størri enn tann konan hevur. Vit fáa hóming av, at hann drekkur nógv (r. 27). Hann tekur sær ikki av trupulleikunum í hjúnabandinum, og sær ikki sálarligu støðuna hjá konuni. Vit fáa ikki nágreiniliga at vita hví Hentrik tekur albyl (r. 59-60), men tað kann verða ein grund til, at hann ikki orkar at taka sær av trupulleikunum í hjúnarbandinum, og roynir heldur at sleppa burtur frá veruleikanum við. Arbeiði hevur ikki so stóran týdning fyri hann og málnýtslan hjá honum er ikki av tí fína slagnum, tað síggja vit t.d. á reglu 36: "... og har situr man, gloymdur eftir við fúlari kenning, gamla er rýmd, tað er pínadoyð væl gjørt." Nakrar myndir eru í søguni: "... eyguni eru sum fiskaeygu, standa eitt sindur útúr, eru veik og vatnkend...", "Eg brenni innan." og "... gullringur situr skrúvaður niður í kjøtið". Fiskar svimja í vatni og hava sum oftast eyguni á síðunum og peika eitt sindur upp eftir, eisini síggja teir menniskjuni, sum størri enn tey faktisk eru. Myndamáli har konan sigur, at Henrik hevur eygu sum fiskaeygu, kann tá verða talan um, at Henrik hyggur upp til konuna og virkar hjáparsleysur og veit ikki heilt hvussu hann skal handfara støðuna. Eins og fiskar gera tá teir blíva bangnir, rennur Henrik undan trupulleikunum, tí hann er beingin og veit kanska ikki heilt hvussu hann skal loysa teir. Eisini ræðist hann konuna, tí hon er so harlig, og tí veit Henrik ikki, hvussu hann skal bera seg at, uttan at hann fær boð um tað. Tað at brenna innan kann koma av, at man er stressaður og ikki orkar meira, og er tað heldur eitt úttrykk fyri, at ein er um at bresta heldur enn, at hann bókstaviliga brennur innan. Gullringarnir sum sita skrúvaðir fastir niður í kjøtið, eru mynd uppá tað lyfti man ger tá man verður giftur inn í eitt hjúnarband. At teir sita skrúvaðir fastir í kjøtið, skal vísa á hvussu tídningarmikið hetta lyfti sum man ger tá man verður giftur er, og at ringarnir eru settir har fyri at verða har. Eisini kann sigast, at øll søgan er ein mynd uppá hvussu tíðin viðv. hjúnarskilnað var um tað mundi. Søgan er eitt dømi uppá, hvussu eitt hjúnaband kann enda, um vit ikki vísa hvør øðrum ans. Men søgan hevur ein sera opnan enda. Hon staðfestir ikki, um konan fer frá manninum ella velur at vera verandi saman við honum. Í endanum velur rithøvundurin at geva manninum navnið 'Henrik'. Hetta navnið er í familju við orðið at 'herska'. Eg trúgvi ikki, at tað er við tilvild, at maðurin eitur sum hann ger. Møguliga sleppur hann at ráða yvir, um hjúnabandið millum hann og konuna heldur fram ella ikki. Eitt møguligt tema í søguni kann verða, tað at liva sum hjún í einum hjúnarbandi, har alt ikki er líka sum í einum ævintýri, har tað endar lukkuligt. Men heldur ein áminning til okkum, at vit mugu vakna frá hesi ævintýra verðini og duga at síggja tað, at í veruleikanum er tað ikki altíð ein dansur á rósum.Onnur undirtemu kunnu verða: sorg, depressión, alkoholmismýtsla, trupulleikar í hjúnabandinum, líkasæla, vreiði, tunglyndi og harðskapur. Hesi eru øll sera álvarsom temu, ið øll hava hvør sín leiklut í søguni, men kunnu tó øll setast í samband við tað at verða í einum hjúnarbandi. Vit kunnu møta sorg, trupulleikum sum ikki eru lættir at loysa, harðskapi, alkoholmisnýtslu og mangt annað í einum hjúnarbandi. Taka vit søguna "Hatta er ikki maður mín" sum dømi, síggja vit, at Henrik og konan hava fleiri trupulleikar í teirra hjúnarbandi. Hjúnarband er nakað sera álvarsamt at fara í holt við. Fyrr í tíðini var tað skomm at skifta makað, meðan tað í dag er sera aktuelt og vanligt, at eini hjún velja at fara frá hvørjum ørðum. Fer tú í eitt hjúnarband verður tað ikki beinleiðis vænta av tær, at tit fara at liva saman reystina av lívinum, tí eftir umstøðunum í dag, hava vit ikki líka nógv brúk fyri hvørjum øðrum, sum man hevði tá fyri at yvirliva. Men hví hugsa fólk seg ikki betur um áðrenn tey giftast? Nøkur hugsa seg ikki væl um og onnur hugsa seg kanska yvirhøvir ikki um, tó eru tað eisini nøkur sum eru óheppin. Lívið er ikki altíð lætt og vit fara ofta at koma út fyri truplum støðum, har vit ikki vita hvussu vit skulu gera, trupulleikar eru bert ein partur av okkara lívs gongd, og mugu vit taka teir við okkum og læra av teimum. Hatta er ikki maður mín "Ein kvinna er útsett fyri harðskapi, um hon skal laga sína atferð eftir krøvum og vónum hjá einum øðrum persóni á ein sovorðnan hátt, at hon verður noydd at fara út um síni egnu mørk." Soleiðis stendur skrivað um harðskap á heimasíðu kvinnuhúsins, ið stuðlar og veitir innivist til kvinnur, ið koma úr harðligum ella truplum parløgum, og børn teirra. Fleiri hundrað kvinnur koma árliga í ta støðu at teimum tørvar hjálp og stuðul orsaka av harðligum ella órimiligum makum, og støðan tykist ikki at gerast betur. Hendan søgan, ið er skrivað í 1990'unum, lýsir eina slíka støðu. Danski rithøvundurin Naja Marie Aidt (fødd 1963) skrivar í stuttsøguni "Hatta er ikki maður mín" um tað, ið tykist at vera eitt slíkt parlag, har maðurin stýrir og ræður yvir kvinnuni. Søgan snýr seg um eina kvinnu, sum á einum vertshúsi tosar við ein mann, ið verður nevndur "hann". Hon fer heim og vaknar, av at hann kemur inn í íbúð hennara og ber seg at, sum býr hann har. Hon biður hann fleiri ferðir fara út, men tað vil hann ikki, tí hetta er hansara heim, sigur hann. Ígjøgnum søguna gerst tað týðiligari, at hann veruliga er maður hennara, men at hjúnalagið als ikki hóvar báðum pørtum. Hon kennist ikki við hendan mannin, sum í sínum eygum er broyttur frá at vera maður hennara, sum hon elskaði, til at vera ein harðligur fremmandamaður. Stuttsøgan er skrivað í 1995, og passar væl til at fara fram í hesum tíðarskeiðinum - ein grundgeving fyri hesum er jukeboksin, ið verður nýtt á vertshúsinum (l. 7), og sum ikki verða nógv nýttar longur. Vit fáa ikki upplýst hvørjum landi, søgan fer fram í, men tað kann hugsast, at persónarnir eru staddir í einum býi, eftirsum kvinnan tekur ein hýrivogn heim frá vertshúsinum (l. 14). Søgan byrjar in medias res, og strekkir seg frá klokkan 04 um morgunin, tá vit eru stødd á vertshúsinum (l. 7), til umleið klokkan 11 sama morgun (l. 45). Hon er býtt upp í tveir partar, har 12 tær fyrstu reglurnar fyriganga á vertshúsinum og restin heima í íbúðini hjá kvinnuni - hon lýsir tí tvey ymisk umhvørvi. Tað gongur harðliga fyri seg á vertshúsinum orsakað av rúsdrekkaávirkaðum fólki og av manninum, sum roynir at fáa hana at vera verandi, og verður illur tá hann fer. Frá reglu 14 til 20, tá kvinnan er einsamøll, er huglagið róligari, men á reglu 21 kemur maðurin heim, og ruðuleikin byrjar aftur - hetta gevur okkum eina fatan av hvørja ávirkan maðurin hevur á hana og umhvørvi hennara. Stuttsøgan er týdd úr donskum, og hevur tí ikki upprunaliga orðaval rithøvundins, men hevur tó sama stíl og hugburð sum áður. Søgan er ikki torskilt, og inniheldur ikki torfør orð, ið ørkymla lesaran. Setningarnir hava passaliga longd, og hetta er eisini við til at gera hana lætta at lesa. Rithøvundurin nýtir ikki nógv lýsingarorð at gera lýsingar av lutum og persónum, men nýtir heldur sagnorð at fortelja hvat fer fram og hvat persónarnir gera (t.d l. 37-39: Hann roynir at reisa seg upp, styðjar seg við sínum stóru, skitnu hondum móti vegginum, fær fatur í ein frakka og hálar bæði hann og alt knaggaraðið niður. Eg fari at stórgráta.). Soleiðis megnar rithøvundurin at fáa nógvar hendingar inn í søguna, og fer ikki nógv í dýpdina í lýsingum. Persónarnir tosa gerandismál við grovum orðum og tónalagi (t.d l. 28-29: "Hvat fanin gert tú her?" sigi eg spakuliga, og eg eri í øðini, eg ristist um allan kroppin av illsinni..). Mátin, tey tosa saman uppá, skapar eitt ringt og illfýsið huglag, ið byggir undir støðuna millum tey. Søgan tosar um tveir ymiskar persónar - eina kvinnu og ein mann. Tey kenna hvønn annan, og hava greidliga eina fortíðar søgu, ið hevur leitt tey í ta torføru støðu, tey eru í. Høvuðspersónurin í søguni er kvinnan, og tað er frá hennara sjónarmiði, at søgan verður fortald. Talan er helst um eina miðaldrandi kvinnu, tí hon tykist at hava kent og verið gift við manninum í nógv ár. Hon er ørkymlað, bangin, og hevur leingi latið seg ávirkað av honum. Sinnisstandur hennara er veikur, og hon brýtur ofta saman í grát (l. 39, 42, 65). Hon er sannførd um, at hon ikki kennur mannin, ið er komin inn í hús hennara, men hetta er helst ein háttur hjá rithøvundinum at fáa lesaran at skilja, hvussu hon sær hann - hann er ei longur tann sami. Kvinnan sýnist at hava ein rúsdrekkatrupulleika, tí hon brúkar rúsin at køva trupulleikar og kenslur sínar (l. 14-16: "Eg fái mær ein hýruvogn og undrist á, at eg eri edrú, tí at so nógvir eru farnir niðurum í teirri vón, at heimurin fór at sýnast ljósari."). Hon var á vertshús kvøldið fyri, at hon skuldi til arbeiðis, og maðurin spyr hana eisini, hví hon ikki er farin (l. 58-59). Vit fáa av hesum eina mynd av, at lív hennara ikki er líka væl skipað, sum tað plagdi. Kvinnan roynir at standa sterk og verja seg fyri manninum (l. 31-32: "Eg sparki eftir honum og royni at draga hann yvir móti upplatnu hurðini. Eg sparki og slái og kundi havt sligið hann í hel.. ") (l. 45: "Klokkan ellivu morgunin eftir lati eg meg í og fari at buka hann við nevanum."), men maðurin verður als ikki ávirkaður av ágangi hennara (l. 46: "Hann mølmar, og vendur mær bakið."). Hon er veik, og vanvird av manninum, sum hevur niðurbrotið hana til tær smáu restirnar av tí kvinnuni, hon einaferð var. Maðurin ber navnið Henrik (l. 84), men verður umrøddur sum "hann" ella "maðurin". Hann verður lýstur sum eitt ófantaligur tyranur, sum drekkur illa og er harðligur. Hann er manipulerandi, og alt, sum hon sigur, fær hann vent við, og koyrt ímóti henni (l. 34-47: "vorðið sum móttøka, man fær, kemur troyttur heim og verður bukaður í staðin fyri kystur. Hví fórt tú frá mær, knappliga vart tú farin, og har situr man, gloymdur eftir við fúlari kenning, gamla er rýmd, tað er pínadoyð væl gjørt."). Hann fær hana at kenna skuld, sum var hon tann "óreina" í hjúnabandinum. Hann vannvirður konu sína við at rópa eftir henni, kalla hana niðrandi orð (l. 76: "Sovorðin lítil mer.") og vera harðligur móti henni (l. 69: "Nú gerst hann illur og heldur mær fastari móti gólvinum."). Hann nýtir ongantíð ógvisligan kropsligan harðskap í søguni, men fremur ágang móti henni við at tarna henni í at liva lív sítt í trygd og ikki í døprum huga. Hann kemur inn í íbúðina, hóast tað tykist, at hon hevur blakað hann út (l. 28-29: "Hvat fanin gert tú her?" (....) "hvør hevur givið tær lykilin til mína íbúð?"). Hann virðir ikki hennara tørv til at sleppa undan honum, og letst sum hann ikki leggur í sinnisstøðuna hjá henni. Á vertshúsinum lýsir kvinnan eygnabrá hansara sum "ov lætt at gjøgnumskoða"(l. 2), og sigur, at "eyguni eru sum fiskaeygu, standa eitt sindur út úr, eru bleik og vatnkend" (l.2-3). Hon sigur eisini, at "í bránum stendur skrivað: "Eg billi mær inn, at eg vil hava teg, og beint nú eri eg stórliga farin at leggja upp til tín." (l. 3-5), sum gevur eina fatan av, at hann ikki veruliga vil hava hana longur, og kanska bert er saman við henni fyri at fáa tak yvir høvdið og pening, tí tað virkar ikki sum hann hevur nakað arbeiði. Eisini er tað hon, sum hevur blakað hann út, so hann hevur helst onga aðrastaðni at vera enn hjá henni. Hann sýnist ikki at vera ávirkaður av hjúnastøðu teirra, men virkar til at hava aðrar trupulleikar, sum rúsdrekkamisnýtslu - sum kann vera orsøkin til ringu hjúnastøðuna. Søgan er fortald úr innara sjónarhorninum hjá kvinnuni. Hon fortelur útfrá tí, sum hon sær og upplivur, og vit fáa tí bert hennara fatan av støðuni. Hevði søgan farið fram undir sjónarhorninum hjá manninum, hevði søgan ivaleyst fingið vend í og verið ein heilt onnur, sjálvt um sama hending varð fortald. Harafturat tykist kvinnan at hava trupulleikar í sinninum, og tí skal møgulleikin, um at hennara sjónarmið av søguni er misvísandi, ikki útihýsast. Søgugongdin kann í síni heild tulkast uppá ymsar mátar. Ein kann skilja hana á tann hátt, at maðurin veruliga ikki er maður hennara, og at hon ikki kennur hann, men eisini ber til at síggja hetta sum myndamál fyri eitt hjúnalag, ið er í afturgongd og har báðir partar ikki longur semjast. Tað, at kvinnan ikki kennist við hendan mannin, og undrast yvir hvussu hann er komin inn í íbúð hennara (l. 39), kann í veruleikanum merkja tað, at maðurin er broyttur ov nógv til at hon vil kennast við hann, og lykilin til íbúðina, sum hon undrast yvir hvussu hann hevur fingið fatur á, kann vera lykilin til hjarta og lív hennara. Hann brýtur inn í íbúð hennara líkasum hann kemur brestandi inn aftur í lív hennara, sum hon hevur forbjóðað honum. Hann sigur, at tað eisini er hansara heim (l. 57), líka sum hann á sama hátt heldur seg eiga kvinnuna og hava rætt til at koma aftur til hana, tá honum lystir. Gullringin, ið tey bæði hava á fingrinum, kennist kvinnan heldur ikki við, og hon sigur seg ikki vita, hvagani hann kemur (l. 81-83). Ein ringur er vanliga ein mynd uppá ævinleika, og kann her merkja, at hon ongantíð fer at koma úr hondum hansara, so leingi sum ringurin er á fingur hennara. Tað, at kvinnan ongantíð hevur sæð ringin fyrr, hevur týdning fyri søguna, tí tað merkir, at hon nú opnar eyguni fyri, hvat hendur. Hon hevur verið blind av kærleika, og hevur tí ikki sæð tað, sum maðurin veruliga er, og hvat hon hevur bundið seg til. Kvinnan, sum onga vón sær fyri framman, fær tó eina sólargeisla í andlitið (l. 80-81), ið kann ímynda júst hesa vón og gleði, ið hon fær, um hon tekur ringin av og fer frá manninum. Ljósið frá sólarglæmuni kann samanberast við tað ljósið, hon longist eftir í byrjanini á søguni: (l. 14-16: "Eg fái mær ein hýruvogn og undrist á, at eg eri edrú, tí at so nógvir eru farnir niðurum í teirri vón, at heimurin fór at sýnast ljósari."). Sólargeislin er tað ljósið, ið endiliga kemur til hana. Til ber eisini, at lesa søguna á ein heilt annan hátt, við at brúka mannin sjálvan sum eina heildarmynd av onkrum, ið hon roynir at sleppa undan. Hetta kundi verið hennara sinnisstandur, ein kreppa, sum kvinnan er endað í, ella enntá einari síðu av sær sjálvari, ið hon er bangin fyri, tí hon ikki kennist við hana. Endin á søguni er opin, og er tí opin fyri tulkingum. Tað verður ikki upplýst, hvør maðurin veruliga er, men bert tað, at hon ei longur sær hann sum mann sín. Stuttsøgan viðger evni sum parlag, trupulleikar, kærleiki, harðskap o.a, men eg vildi mett at høvuðstemað, ið viðgjørt verður, er kreppa, ella at liva í stríð við seg sjálvan ella onnur. Kvinnan í søguni hevur trupulleikar í sínum parlagi, við kærleikanum og harðskapinum, sum maðurin fremur móti henni, men samstundis fer hon ígjøgnum eina kreppu í lívinum, ið maðurin er orsøkin til. Sum áður nevnt, kann maðurin vera ein mynd uppá kvinnuna sjálva, ella ta myrku síðuna av henni, og tað kann tí týða uppá, at hon hevur torført við at finna seg sjálva og at liva við sær sjálvari. Stuttsøgan kann lættliga setast í samfelagsligt høpi, og kann eisini vera ein sonn søga. Ofta hoyrir ein søgur um kvinnur, ið ikki longur vilja vera hjá manninum, sum eru útsettar fyri harðskapi, og sum hava torført við at sleppa úr hesum mynstrinum. Inni á heimasíðu kvinnuhúsins (www.kvinnuhusid.fo) eru nakrar søgur útgivnar um veruligar kvinnur, ið hava verið út fyri harðskapi og øðrum órættvísi frá makanum. Hesar veruligu søgurnar líkjast nógv stuttsøguni "Hatta er ikki maður mín", og tær kunnu tí samanberast. Í hesum veruligu hendingunum hoyra vit um kvinnur, ið eru fangaðar við einum persóni, ið tær eru bangnar fyri. Tær royna úrslitaleyst at sleppa sær undan honum, og nógvar av teimum verða annaðhvørt tunglyntar ella sálarliga sjúkar, og teimum tørvar hjálp. Somuleiðis er við kvinnuni í søguni, sum hevur fingið ávirkan av einum mannfólki, ið ræðir yvir henni. Tað er ikki óvanligt, at vit ávirka tey, vit liva tætt saman við, og sum elska okkum. Tá man til dømis er í einum hjúnalagi, sum skal eitast at vera ævugt, snýr seg um tveir persónar, ið skulu liva saman og tillaga seg hvønn annan uttan at tað ávirkar tey sum einstaklingar. Er ein ov stýrandi, hevur ov krevjandi neiligt viðføri (rúsdrekkatrupulleikar kunnu nýtast sum dømi), ella ikki góðtekur ella virður maka sín, so at tað hevur ringa ávirkan, hevur makin, hóast tað er torført, betur av at fara frá viðkomandi og finna betur umstøður til sín sjálvs. Harðskapur nýtist ikki bert at vera likamligur, og hann setur ikki altíð sjónlig spor. Sálarligur-, kynsligur-, materiellur- og fíggjarligur harðskapur setur eins og stór spor á sál og sinn, sum likamligur harskapur setur á kropp og tað, sum eygað sær. Allur harskapur er niðurbrótandi og kreppuelvandi, men serliga tann, sum setur innvortis mein, tí jú longri inni, meinið setur seg, jú torførari er tað at sleppa til. Hatta er ikki maður mín Einaferð í lívinum, endar tað helst hjá teimum flestu við, at tey forelskað seg. Tá hetta hendur, er alt so deiligt, og einki kundi verið betri. Man livir í eini dreymaverð. Tann persónurin, ið man hevur funnið sær, er alt man hevur leitað eftir. Tíðin kann ikki ganga nóg skjótt. Nei, man vil giftast skjótast gjørligt. Men, er hetta nú tann rætti, man hevur funnið sær? Í stuttsøguni "Hatta er ikki maður mín", viðger Naja Marie Aidt eitt parlag, sum kanska ikki er tað besta. Stuttsøgan kom út á donskum í 1995, og í 2013 var hon eisini í Vencil, har Oddfríður Marni Rasmussen hevði týtt hana til Føroyskt. Í stuttum er søgan um eina kvinnu, ið ikki vil viðurkenna hjúnabandið hjá sær. Vit hoyra um hvussu hon, eftir eina vitjan á einum skeinkistað, ikki minnist at hon er gift við manni sínum. Um vit hyggja at tíð og stað, kann stuttsøgan býtast upp í tríggjar partar. Tann fyrsti parturin er tá kvinnan er niðri á skeinkistaðnum, og beinanvegin veit, at henni ikki dámar mannin, sum hon er saman við. Tá hon ætlar sær heim, verður maðurin illur, tí hon ætlar sær at rýma. Síðani byrjar næsti partur, har kvinnan finnur sær ein hýruvogn, fer heim og leggur seg at sova. Hon vaknar aftaná eina løtu, við at maðurin kemur inn um hurðina. Kvinnan verður ill, tí hon heldur ikki at hann hevur rætt til at bróta inn í hennara íbúð. Maðurin leggur ikki í, men steinsovnar á sofuni. Morgunin eftir, tá triðji partur byrjar, vakir kvinnan mannin, og roynir at blaka hann út. Nú verður maðurin veruliga illur, og sigur at hann eisini býr har. Hann vísir á gullringin, sum situr á fingri hansara, og síðani á ringin sum er á hondini hjá kvinnuni, síðani leggur hann seg aftur at sova. Kvinnan vil enn ikki viðurkenna at hetta er maður hennara, og endar søguna við setninginum; "Hasin har inni, hatta er ikki maður mín." Sum vit síggja, gongur øll søgan í tíðarrað, tí tað eru eingin afturlit av nøkrum slag. Hetta vil also siga, at rithøvundurin hevur brúkt tíðarraðarbygnað. Tíðarrøðin fevnir bert um eitt kvøld, og morgunin eftir hetta kvøldið, so hetta er ein sera stutt søga. Vit vita ikki nær hon gongur fyri seg, bert at kvinnan og maðurin blivu gift í 1986, og at søgan bleiv givin út í 1995, so tíðin má vera ímillum hetta tíðarskeiðið. Søgan byrjar í medias res, og hevur ein opnan enda, har vit ikki fáa at vita hvussu tað endar hjá hesum parinum. Málið er sera lætt lesiligt, men teir negativu tankarnir hjá frásøgufólkinum, fáa huglagið at tykjast dapurt. Frásøgufólkið í stuttsøguni, er kvinnan sjálv. Tað sæst sera týðiliga í gjøgnum alla søguna, tí hon verður alla tíðina fortald frá innara sjónarhornið, í fyrsta persóni. Dømir um hetta er millum annað; "Í somu løtu skilji eg, at mær ikki dámar hann", og "So sovni eg". Frásøgufólkið, er eisini ein av teimum einastu persónunum í søguni. Tað er bert ein annar persónur, ið vit hoyra um, og tað er maðurin hjá kvinnuni. Um vit byrja at hyggja at konuni, so eru tað bert óbeinleiðis lýsingar av henni. Tað fyrsta, sum vit fata, er at hon er sera ónøgd við lívið hjá sær. Hon hevur helst einaferð verið sera góð við mann sín, men okkurt er hent, sum hevur gjørt at hon ikki kennir hann longur, og hetta ávirkar hana sera nógv. Kensluliga hevur hon als ikki stýr á sær sjálvari, hon situr og grætur aðru hvørja løtu, og hinar løturnar verður hon sera lætt ill. Hennara illsinni síggja vit fleiri staðni í søguni, eitt nú á linju 28, har tað stendur skrivað; "...eg eri í øðini, eg ristist um allan kroppin". Eisini fáa vit eina kenslu av, at hon í síðstuni hevur roynt at drukkið sínar trupulleikar burtur, men at tað ikki gongur so væl við hesum. Hóast hon kensluliga er óstøðug tá hendan søgan gongur fyri seg, vænti eg tó ikki at hon altíð er soleiðis, tvørtur ímóti vænti eg at allir trupulleikarnir í parlagnum stressa hana so nógv, at hon ei heldur kennir seg sjálva longur. Um vit so hyggja at manninum í søguni, fáa vit nakrar fáar beinleiðis lýsingar av honum. Vit vita at hann eitur Henrik, og at hann hevur stórar hendur, hetta síggja vit á reglunum 85 og 37, men tað sigur okkum sum so einki um mannin sjálvan. Vit fáa tó meir at vita um Henrik við teimum óbeinleiðis lýsingunum. Tað vísir seg, at hann og konan hava rættiliga nógv til felags. Á reglu 27 stendur; "Hann setir seg niður á gólvið, ella dettur, vil eg heldur siga, hann er pøstur og er óvanliga fullur", hetta vil also siga, at hann ikki plagar at drekka, men er kanska byrjaður uppá tað nú, júst sum konan helst er. Eins og konan, hevur hann eisini nakrar trupulleikar við sínum illsinni. Hetta síggja vit bæði í byrjanini tá hann øsir seg, tí konan ætlar at fara, og eisini morgunin eftir, tá hon roynir at blaka hann út. Eitt, sum hann og konan ikki hava til felags, er at hóast maðurin tykist at leggja merkið til trupulleikarnar í parlagnum, vil hann ikki viðurkenna teir, hetta sær man í setninginum á 4. reglu: "Eg billi mær inn, at eg vil hava teg, og beint nú eri eg stórliga farin at leggja upp til tín". Hóast stuttsøgan er skrivað rættiliga líka fram, og málið er lættlesiligt, er eitt sindur av myndamálið, sum geva tekstinum eitt sindur meir týdning. Eitt nú, eru tvær samanberingar, sum báðar lýsa hvusssu illa kvinnuni dámar mannin hjá sær, hesar eru: "...eyguni eru sum fiskaeygu..." á reglu 2, sum kvinnan brúkar at lýsa, hvussu maðurin ikki vil viðurkenna at okkurt er galið, og "Andin frá honum er súrur, sum rotin tari, ella tað, sum verri er" á reglu 52, ið bert lýsir at maðurin hevur drukkið kvøldið fyri. Ein afturvendandi setningur í søguni, sum fær meg at hugsa hvat man liggja aftanfyri hann, er; "Eg brenni innan". Hesin setningurin kemur fyri seg tvær ferðir í søguni, fyrstu ferð beint aftaná Henrik hevur lagt seg at sova á sofuni, og aðru ferð í endanum av søguni. Setningurin sigur okkum, at kvinnan als ikki kann klára at vera í hesum parlagnum, hon pínist so nógv, at tað følist, sum tað brennir. Tað eru eisini aðrir setningar í søguni, sum fáa meg at undrast á hvat man liggja aftanfyri. Ein av hesum setningunum er; "Gullringurin glitrar, hann situr skrúvaður niður í kjøtið", sum er eitt sindur løgið orðaður, tí ein ringur plagar ikki at verða skrúvaður fastur. Tí haldi eg hetta vera eina lýsing av teirra hjúnabandið, sum kvinnan følir seg skrúvaða fasta í. Ringurin situr so fastur á fingrinum, at hon ikki sær nakran møguleika at sleppa úr tí. Nakrar fáar reglur seinni kemur tó ein annar setningur: "Eg siti á teppinum í stovuni, ein sólargeisli dettur gjøgnum rúmið og rakar meg í andlitið." Hesin sólargeislin, kann vera tann, sum fer at broyta hjúnaband teirra. Aftaná, at sólargeislin hevur rakt kvinnuna í andlitið, situr hon jú og hugsar um alt, og endar tí við setninginum; "Hatta er ikki maður mín", tað vil kanska siga, at hon nú ætlar at gera onkrar broytingar í sínum lívið, og hervið í hjúnabandinum eisini. Um hon gevur upp, ella roynir enn einaferð, vita vit ikki, tí søgan hevur jú ein opnan enda. Tá eg fyrstu fer læs søguna, hugsaði eg í byrjanini, at talan bert var um ein mann, ið kvinnan var farin út við, men av tí at henni ikki dámdi hann, fór hon heim. Hendan hugsjónin broyttist tó aftaná vit klárt fingu at vita, at hetta var maður hennara. Parið hevur nakrar álvarsligar trupulleikar, sum eru so ringir, at lív teirra als ikki er tað sama longur. Av hesi grund, vildi eg sagt at høvuðstemaði í søguni, er brotið parlag. Vit kunnu tó yvast eitt sindur í, hví hetta parlagið er brotið. Í byrjanini hugsaði eg, at maðurin kanska hevði drekkitrupulleikar, hetta passaði tó ikki heilt inn í hesa støðuna. Síðani hugsaði eg at eitt sindur av harðskapi var í parlagnum, tí tað hevði forklárað hví kvinnan grætur so illa. Tað kundi eisini vera at maðurin hevði verið kvinnuni ótrúgvur, og tí vildi kvinnan ikki kennast við hann. Ja, tað kundu verið fleiri aðrar grundir, men at endans kom eg til tí niðurstøðu, at talan bert er um tvey fólk, sum eru vaksin frá hvørjum øðrum. Tey vóru helst sera forelskaði tá tey blivu gift, men sum tey hava broytt seg við tíðini, byrja tey spakuliga ikki at kenna persónin, sum tey giftu seg við. Hóast søgan bleiv skrivað í 1995, kundi hon, eftir míni meining, eins væl verið sett í samband við samfelagið í dag. Hetta kemur av, at um onkur hevði spurt meg um endan av stuttsøguni, so hevði eg ikki yvast við at sagt, at endin verður ein skilsmissa. Skilsmissur vóru kanska ikki líka vanligar, tá hendan søgan kom út, men tær vóru heilt sikkurt eisini frammi, fyri 20 árum síðani. Parið, í stuttsøguni, er helst ikki tað einasta, sum er komið út fyri støðuni. Eg giti, at tað er fleiri onnur, ið hava verið ígjøgnum júst tað sama, og hjá hesum pørum, er tað sikkurt eisini enda við eini skilsmissu. Tað kunnu sjálvsagt eisini vera nógvar aðrar grundir til, at eitt hjúnaband støkkur sundur, tí hetta er bert ein av teimum. Hóast man heldur seg hava funnið tann rætta makan, er tað ikki altíð, at so er. Ymiskir trupulleikar kunnu vera í parlagnum, sum gera at hesin persónurin knappliga ikki tykist so framúrskarandi, sum man einaferð helt. Í stuttsøguni "Hatta er ikki maður mín" lýsir Naja Marie Aidt sera væl eitt hjúnaband, sum eftir nøkur ár, ikki var tað sama longur. Tað kann jú henda seg, at man við tíðini broytist, og ikki er tann, sum man einaferð hevur verið. Hurrá fyri glíðibreytini Homoseksualitetur, samkynd, hjúnarband, kristindómur, javnrættindi. Hetta eru orð vit hoyra nærum hvønn dag, og tað er sum ganga tey hond í hond. Hesar dagar hoyrir tú næstan ongantíð orði "samkynd", uttan at beint aftaná hoyra eitt ella fleiri av orðunum "hjúnarband, kristindómur, javnrættindi". Tað er kanska ikki so løgið av tí at tað, uttan iva er mest umtalaða "politiska" kjakið tey seinastu 10 árini. Eg seti orðið "politiska" í gásareygu t'at tað er ikki bert mest umtalaða politiska kjakið, men eisini mest umrødda kjakið yvirhøvur í føroyum. Líka síðan ovurstóra stríðið ið var, tá ið 266b bleiv sett í gildið, hevur kjakið snúð seg um rættindini hjá samkyndum at giftast borgarliga í føroyum. Í hesum stíli fari eg at skriva eitt tíðarrit um rættindi teirra samkyndu, kjakast um grundgevingarnar, frá báðum síðum av, greina grundgevingarnar hjá rithævindinum og eisini fari eg at siga mína egnu meining um málið. Homoseksualitetur hevur verið evnið í nógvum upphitaðum samanbrestum millum nógv fólk í dagsins samfelag seinastu mongu árini. Ein tann sterkasta meiningin av øllum kemur frá kristiligu krikjuni. Tann kristiliga kirkjan sigur, at eingin er føddur samkyndur, tað er ikki eitt design frá Guði, men at tað er umhvørvi ið hevur skyldina. Flestu samkynd siga at tey eru fødd við einum samkyndum geni, og at tað ikki ger mun hvussu umhvørvið er. Homoseksualitetur kann verða eitt eitt sindur torført evni at skriva um. Í gomlum døgum kom hetta evnið ikki uppá tal í vanligum samtalum. Eg haldi at tað er sera týdningarmikið at vita, at homoseksualitetur er ikki nakað sum akkurát er uppfunnið. Tað hava altíð verið menn ið tiltrekkjast at monnum, og kvinnur at kvinnum. Eitt gott dømi av hesum er gamla Grikkaland (800-600 F.Kr.), har tað var sera vanligt at menn høvdu samlegu við dreingir í pubertetinum. Tað at tað at verða samkyndur er so "vanligt" og útbreitt ger, í mínari meining, at hetta má verða eitt natúrligt fyribrigdi. Vit, samfelagið, burdu spurgt okkum sjálvi um vit ikki heldur skulu taka okkum av málum ið beinleiðis ávirka okkara heilsu/økonomisku støðu, heldur enn at brúka so nógva tíð uppá hvat fólk gera í songini. Eg haldi at tað er púra burturvið. Sjálvt um tað at verða samkyndur verður alsamt meira og meira góðtikið í vesturheiminum, er tað líka ræðandi hvørjaferð vit síggja hvussu tey samkyndu blíva viðførd í miðeystri og aðrastaðni. Tey verða steinaði, kasta av háhúsum og torturerað, av tí eini orsøk, at tey eru samkynd. Hetta er enn eitt dømi uppá hvussu religión skapar ræðulig umhvørvi, men tað kann eg ikki fara inn á.... Rættindi teirra samkyndu eru blivin fleiri og fleiri ígjøgnum tíðina, men tað hevur virkuliga tiki dyk á seg tey síðstu 10 árini. Ein skal ikki longur enn 100 ár aftur í tíðina fyri at síggja eitt Danmark og eitt Færoyar, har meginparturin av fólkinum sá homoseksualitet sum eina sálrliga sjúku, og tað var ikki fyrr enn í 1981 at samkyndleiki var strika sum ein sjúka í Danmark og somuleiðis í Føroyum. Heilsustovnurin í ST tekur somu avgerð í 1991. Tað var ikki fyrr enn í 1933 at lógin bleiv broytt so at tað ikki longur var ólógligt at verða samkyndur í Danmark og Føroyum, aldursmarkið var tó 21 ár. Aldurmarkið bleiv í 1981 lækkað til 15 ár, tað sama sum hjá hinskyndum. Síðan tá eru tey samkyndu blivin meira og meira góðtikin í tí føroyska samfelagnum. Í 2006 bleiv 266b broytt so at tað ikki longur var lov at gera mismun á fólki vegna kynsliga ábending. Hetta var triðju ferð málið bleiv lagt up fyri tingi. Og í hesum døgum verður málið um broyting í hjúnarbandslóginið viðgjørt í tingi, so ein kann siga at tað hevur verðið ein øgilig framgongd hjá teimum samkyndu. Nú um dagar kann næstan ikki verða talað um framgongd hjá teimum samkyndu, uttan at nevna Sonju Jógvandóttur, sum bleiv fyrsti samkyndi løgtingslimurin í føroyum nakrantíð. Í "Gyldendal Den Store Danske" verður homoseksualitetur lýstur soleiðis, "homoseksualitet, seksuelle og erotiske forhold mellem personer af samme køn. En homoseksuel betegner et menneske, som overvejende har erotiske følelser for eller foretrækker at have sex med personer af sit eget køn" Hetta haldi eg ikki er ein nóg neyv lýsing av hvat homoseksualitetur er fyri nakað. Homoseksualitetur hevur verið ein partur av øllum lívi á jørðini, so langt aftur vit menniskju kunnu "síggja". Eg haldi heldur at har átti at staði menniskju og djór, tí at homoseksualitetur finst eisini í djóraheiminum, minst líka nógv sum tað finst í menniskjaheiminum. Eg skilji væl at onkur heldur at homoseksualitetur er ónatúrligur, av tí at tað skal ein sáðkyknað frá manninum og ein eggkyknað frá kvinnuni til at skapa eitt nýtt menniskja, men hvussu kann tað verða ónáttúrligt um djór eisini eru homoseksuell? Djóraverðin verður og hevur altíð verið sædd sum natúrlig. "Leyvirnar eta oksar, tað er natúrligt, Tjaldrið búsetist í føroyum um várið og verður her til heystið, tað er natúrligt, kettir renna eftir mýsum, tað er natúrligt, djór eru homoseksuell, tað er kanska natúrligt, men at menniskju eru samkynd, tað er ikki natúrligt!". Soleiðis er tankagongdin hjá nógvum fólki her í føroyum, sjálvt um eg hald at nýggja ættarliðið hevur við sær, at skjótt meginparturin er fyri broyting í hjúnarbandslóginið. Tað er tó ikki løgið at so nógv fólk eru ímóti samkyndum hjúnarlagið, okkara samfelag er og kanska serliga hevur verið bygt uppá kristindómin, og kristindómurin hevur eina sterka meining um júst hetta málið. Eg haldi at tilmæli hjá Rúna Rasmussen er sera veikt. Eg føli tað ikki sum um at eg var eingongd tætt við at blíva yvirtalaður, langt frá. Rúni Rasmussen sigur í tilmæli sínum at hjúnarbandið er ein týdningarmikil partur av okkara samfelag og tað er grundarsteinurin undir tí góða familjulívinum her í Føroyum, her taki eg fult undir við Heina í Skorini tá hann sigur í reglu 15-22, ja hjúnarbandið er ein góður stovnur, so hví kunnu øll, eisini tey samkyndu, verða við? Nú havi eg sjálvur lisið sjálvt tilmælið hjá Rúna Rasmussen, og eg legði til merkis at hann brúkar argumentið, at orðið "Hjúnarband" er definerað sum fylgjandi: At vera sameindur við ein persón av tí øvuta kyninum sum maður ella kona í samtykkjandi sáttmálasambandi, sum er góðkent við lóg. 1 Websters Dictionary Løgfrøðiliga sambandið millum mann og konu. 2 Oxford Advanced Learner's Dictionary Socialt anerkendt kontrakt mellem mand og kvinde, sanktioneret ved kirkelig eller borgerlig vielse. Samfundslex Ja, orðið er definerað sum løgfrøðiliga sambandið millum mann og konu, men hatta er eitt fullstendiga nyttuleyst argument. Orðið sigur hvussu stðan er í dag, tað merkir ikki at vit ikki kunnu broyta eina lóg bara tí at eitt orð merkir nakað. Broytist lógin, broytist orðið. Nógv orð ið vit nýta í dag hava merkt nakað heilt annað fyrr í tíðini. Eg kann nevna viðkomandi enka orðið "gay", sum merkir samkyndur á føroyskum í dag. Gay plagdi at verða vanliga nýtt sum eitt orð fyri gleði og positivleika. Eg taki eisini undir við Heina tá hann sigur at Rúni ikki sigur nakað um hví samkynd ikki skulu kunna giftast, hann nevnir bara allir hentleika hjúnarbandið einaferð hevur, tí tað er onki at ivast í at at verða í einum hjúnarbandi kann verða sera hent hugsar ein um stabilitet og tær løgfrøðiligu ágóðar ið fylgja við, og at nokta einum vísum minniluta hetta síggi eg sum brot á mannarættindi. Eitt sera vanligt argument hjá "ímóti" partinum er henda vælsignaða glíðibreytin og her, enn einaferð, kundi eg ikki verðið meira einigur í tí Heini hevur at siga um hetta. Rúni tosar um at um vit loyva samkyndum at giftast, so er hann bangin fyri at ymiskt annað verður sett í gildið, so sum polygami og tað at giftast við djórum. Hetta argumenti er skiljandi, men eg haldi at tað er týdningarmikið at minnast til hvat slíkar glíðibreytir hava megnað at gjørt fyri samfelagið fyrr í tíðini, júst sum Heini sigur. At enda vil eg siga at eg haldi at tilmæli hjá Rúna Rasmussen er meir ein roynd at spæla við kenslurnar hjá fólki, heldur enn at royna at yvirtala fólk við reinum fakta og sakligum argumentum. Ov nógv patos, ov lítið etos og logos. Hinvegin er hetta eitt eitt etiskt mál, og slík mál verða serstakliga nógv ávirka av kenslum, so uppá tann mátan er hetta tilmæli akkurát líka sum tað vit hava hoyrt hvørjaferð Jenis av Rana stillar seg uppá røðarapallin at tala. "Fyri" parturin er eisini nógv eyðmerkt av kenslum, men har haldi at tað við líkarættindum gevur teimum munin. Eg vóni og vænti at nú málið er til veðgerðar, at tað endiliga sleppur ígjøgnum og vit kunnu flyta okkum frá hesum evni og koma víðari, men hvat verður tað næsta? Ikki veit eg, men tað skal nokk eisini blíva drúgt og langt, so leingi føroyingar eru sum teir eru. Hatta er ikki maður mín Flest øll fólk vilja livað í einum parlagi, og allar flestu fólk trívast eisini best at liva í einum parlagi. Hjá nógvum er parlagið fyri lívið, men tað hoyrir mest heima í farnari tíð. Í dag er tað alt vanligari, at fólk fara frá hvørjum ørðum og hava fleiri parløg gjøgnum teirra lív. Tað kunna til tíðir koma trupuleikar í einum parlagi, sum oftast verða loystir, men viðhvørt eru teir ikki til at loysa og fólk fara tá hvør til sítt. Høvundurin eitur Naja Marie Aidt og hon er fødd í 1963. Hon bleiv fødd í Grønlandi, men flutti til Danmarkar, sum 7 ára gomul. Hon hevur skriva bæði yrkingar, novellur, barnabøkur og leikir. Søgan, sum eitur "Hann er ikki maður mín" er úr tíðarritinum Vencil nr. 14, frá 2013. Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt. Upprunaliga er hon úr savninum Tilgung frá 1995. Søgan byrjar við, at ein maður og ein kona eru úti um náttina, onkunstaðni millum fólk, og tá klokkan er fýra, ger konan av at fara heim. Hon leggur seg so í songina, og veit longu at dagurin, sum fer at koma, er longu oyðilagdur av møði, so sovnar hon. Hon vaknar við, at hon hoyrir onkran standa úti í trappugongini, tað er maðurin. Hon spyr hann í øðini, hvat hann ger har, og roynir so at skumpa hann út gjøgnum hurðina, men tað eydnast henni ikki. Hann grulvar inn í stovuna, og sovnar á sofuni. Hann vaknar við, at vatn verður oyst á hann, hann verður illur, og biður hana takað tað róligt. Hon vil hava lykilin, sum maðurin slapp inn við, men fær hann ikki, hon verður uppaftur illari nú. Maðurin heldur henni niðri, peikar á giftisringin hjá sær og sigur, at hon eisini hevur ein á hennara fingri og sigur, at tey eru gift. Hann fer so inn í kamarið at sova og eftir situr hon í stovuni. Hon tekur sín giftisring av og lesur skriftina, men hon heldur ikki, at maðurin er hennara. Í søguni hoyrir man bert um eina konu og ein mann. Báðir persónarnir hava ein viktigan leiklut, men eg vildi mett, at konan er høvuðspersónur, av tí at vit hoyra mest frá hennara sjónarhorni. Í søguni verður innara sjónarhorn nýtt, t.v.s at søgan verður sædd gjøgnum eyguni hjá konuni í 1. Persóni, t.v.s vit vita hvat hon hugsar. Eingin tíð verður nevnd í søguni, men á linju 84 - 85 stendur skriva; "Síðani taki eg ringin av og lesi áskriftina. Henrik, stendur skrivað. Henrik, 24.8.1986" so tað vil siga, at tey hava verið í hasi tíðini, so eg vildi mett at tað er áleið har tey eru, helst nøkur ár aftaná. Ein jukeboks verður eisini nevnd, og tær vóru sera væl umtóktar í 1950'inum og frammeftir. Jukeboksur eru ikki líka væl umtóktar longur, sum tær vóru fyrr og tað er meir sjálvsamt at síggja eina í dag. Men tað ið fer fram í søguni, kann altíð koma fyri. Sum nevnt, so byrjar søgan við, at hesi bæði fólkini eru úti onkrastaðni um náttina, man fær ikki at vita hvar, men eg vildi mett, at tað er í einum balli, einum jólafrokosti ella á eini bar, tí jukeboksur vóru ofta at síggja á almennum støðum. Vit hoyra í søguni, at tey eru onkrastaðni, har tað verður drukkið og at tað eru fólk rundanum tey, sum eru í ørviti av drykkjuskapi, og at klokkan er fýra og tað byrjar at vera ljóst aftur. Søgan kann býtast upp í 5 partar, fyrsti partur er, tá tey bæði eru úti t.v.s linja 1 - 15, næsti partur er frá linju 16 - 20, har hon er komin heim og leggur seg at sova. 3. partur er frá linju 21 - 44, her er maðurin komin heim, og tey skeldast. 4. partur er frá 45 - 79, her skeldast tey allatíð og konan vil hava hansara lykil, sum hann er sloppin inn við. 5. partur er frá 80 - 86, her situr konan sjálv í stovuni og hyggur eftir hesum gullringinum á fingri hennara og hugsar, at hesin maður er ikki hennara. Søgan gongur fyri seg "in medias res" t.v.s, at tá man byrjar at lesa søguna, so er man mitt í hendingini og man hevur ikki hoyrt nakað um bakgrundina hjá persóninum. Søgan er skriva í tíðarraðarbygningi, t.v.s at gongdin fer fram í tíðarrøð. Konan verður lýst óbeinleiðis, t.v.s, at hon verður lýst gjøgnum tað, sum hon hugsar, sigur og ger. Á linju 31 - 32 stendur skriva; "Eg sparki og slái og kundi havt sligið hann í hel, eg eri frá mær sjálvari..." hetta vísir øgiliga greitt, at hon er sera illsint og hevur trupuleikar við hennara sinnalag. Hon vísir ikki á nakran hátt gjøgnum alla søguna, at hon er góð við hendan mannin, tí gjøgnum alla søguna hoyra vit um, hvussu harlig hon er við mannin og, at hon bara vil hava hann vekk. Hon sigur beint fram, at hon ikki dámar hann, tí hon sigur á linju 1 - 2: "Í somu løtu skilji eg, at mær dámar hann ikki." Hon heldur heldur ikki, at hann sær gott út, tí hon sigur; "...eyguni eru sum fiskaeygu, standa eitt sindur útúr, eru bleik og vatnkend" hetta er ein negativ lýsing av einum persóni. Tá man hyggur, hvussu konan ber seg at og hvat hon sigur, so tulki eg tað, sum at hon er sálarliga sjúk. Hon hevur gloymt, at hon er gift við hesum manninum. Tað kann vera, at hon tekur onkran heiluvág og á linju 15 - 16 stendur; "...undrist á, at eg eri edrú, tí at so nógvir eru farnir niðurum" so t.v.s at hon hevur drukkið og at drekka, meðan man tekur heilivág er ikki gott. So eg vildi mett, at av tí at hon hevur drukkið, so er hon blivin soleiðis. Konan sigur á linju 14: "Hetta hevur verið ein sovorðin langur vetur" so eg hugsi, at hon hevur havt ein langan og keðiligan vetur við sjúkuni hjá sær. Konan eigur eisini at vera farin til arbeiðis dagin eftir, tey hava verið úti, men tað er hon ikki farin. So hetta kann hon eisini hava gloymt. Maðurin verður eisini lýstur óbeinleiðis. Á linju 11 stendur skriva; "...hann verður illur, tá ið hann varnast, at eg veruliga ætli mær at fara", so eg kundi hugsað mær, at hann er góður við hana og hann vil hava hana hjá sær. Á linju 35 sær man, at hann er góður við hana, tí hann sigur; "...verður bukaður í staðin fyri kystur" so her vísir hann, at hann vil hava ein koss frá henni. Man sær gjøgnum alla søguna, at hann er góður við hana, men tá hon blívur við at sláa eftir honum, so fær hann nokk og heldur henni ímóti gólvinum og sigur, at hetta kann hon ikki bjóða honum. Tað tykist ikki, sum at hetta er nakað ókent fyri honum, at hon er so, tí hann tekur tað eitt sindur ov róligt til, at ikki hava uppliva hetta fyrr. Á linju 67 sigur hann "Lítla kona mín er vorðin gagg gagg" Eg kundi hugsað mær, at hann hevði orða tað uppá ein meir álvarsligan máta um hetta var fyrstuferð, at konan hjá honum hevði uppført seg soleiðis. Sum nevnt, so er maðurin lýstur óbeinleiðis gjøgnum søguna, men einastaðni er hann lýstur beinleiðis, tað er á linju 2 -3, har tað stendur: "eyguni eru sum fiskaeygu standa eitt sindur útúr, eru bleik og vatnkend" hetta er ein beinleiðis lýsin av manninum. Í søguni síggja vit myndamál. Á linju 2 stendur: "eyguni eru sum fiskaeygu" hetta meinast ikki við, at eyguni eru bókstaviliga sum fiskaeygu, men at tey eru stór og eru langt frá hvørjum øðrum. Hetta brúkar man ofta, um man skal lýsa útsjóndina hjá einum persóni negativt. Á linju 52 - 53 stendur: "Andin frá honum er súrur, sum rotin tari, ella tað, sum verri er" hetta meinast við, at andin hjá manninum luktar sera illa. Á linju 15 - 16 sigur konan: "...í teirri vón, at heimurin fór at sýnast ljósari" her meinar hon við, at hon vónar at dagarnar hjá henni fara at blíva betur og helst lættari. Á linju 85 sigur konan eisini: "Eg brenni innan" hetta meinast við, at hon er ótrúliga ill. Hon kann helst ikki blíva illari enn hatta. Eitt, sum man eisini kann siga er myndamál, stendur á linju 14: "Hetta hevur verið ein sovorðin langur vetur" hetta kann meinast við, at hennara vetur er hennara sinnalag, t.v.s, at hetta hevur verið ein tung og myrk tíð sálarliga. Eitt, sum eisini kann vera myndamál er giftisringurin. Ringurin kann ímynda, at lívið koyrir, sum í einum ringi. Ringurin er rundur og hevur ongan enda, tað kann ímynda hennara lív við sjúkuni. Konan kann føla, at sjúkan fær ongan enda. Eitt annað, sum eisini kann vera myndamál, tað er, at konan ikki kennir mannin hjá sær. Konan kann føla, at hon ikki kennir mannin meir, altso, at hon ikki kennir mannin aftur. Hann er kanska broyttur tí seinastu tíðina, og blivin fremmandur. Eitt av høvuðs temaðinum kann vera hjúnarband, ella tað at vera giftur, tí vit hoyra um eitt par sum er gift, og vit hoyra um teirra trupuleikar í teirra hjúnarbandi gjøgnum alla søguna. Eitt av høvuðs temaðinum í søguni kann eisini vera harðskapur. Tað sær man tíðiliga gjøgnum alla søguni. Vit hoyra allatíð um, hvussu órein konan er við mannin. Hon bæði tosar ljótt við hann og slær eftir honum ofta. Hon stoytir eisini vatn á hann meðan hann svevur, hetta kann væl vera eitt slag av harðskapi. Hatur er eisini eitt eitt tema, tí hon sigur bæði í byrjanini og endanum, at hon hatar hann og vit síggja allatíð, hvussu konan ikki klárar mannin. Hetta síggja vit eisini gjøgnum tað, hon ger. Eitt minnið tema kann vera rúsdrekka, tí vit hoyra í byrjani av søguni, at tey eru úti onkunstaðni, har tey drekka og fólkini rundan um tey drekka. Maðurin kemur eisini óvanliga fullur heim. Tá man lesur søguna, so haldi eg at man heldur við manninum, tí konan fer ikki væl við manninum, og tað, ið konan ger er skeivt. Tá eg byrjaði at lesa søguna, so helt eg fyrst við konuni, tí eg helt, at ein ókendur maður kom inn í heimi hjá henni, men tá eg so læs víðari og man fekk at vita, at tey vóru gift, so hugsaði eg, at konan hevði verið frek ímóti manninum. Søgan kann setast í samband við verulig parløg og hjúnarbond. Tað kann væl vera, at parløg ella hjúnarbond eru soleiðis hjá summun. Í øllum parløgum ella hjúnarbondum er ósemja. Hetta er kanska ið so ógvusligt til at henda hjá teimum flestu parløgum ella hjúnarbondum. Hatta er ikki maður mín Í hesum stíli fari eg at greina og tulka stuttsøguna 'Hatta er ikki maður mín', har eg serliga leggi dent á sjónarhorn, myndamál og persónslýsing. 'Hatta er ikki maður mín' er úr tíðarritinum Vencil nr. 14, 2013, tó er stuttsøgan upprunaliga úr savninum Tilgang, 1995. Naja Marie Aidt (f. 1963) hevur skrivað stuttsøguna á donskum og Oddfríður Marni Rasmussen týddi. Stuttsøgan er um eina kvinnu, ið ikki vil góðkenna sítt hjúnaband. Í stuttsøguni hoyrir man eina hending, har kvinnan er komin heim eftir at hava verið úti og drukkið á einari barr, og tá ein maður seinni kemur heim, vil kvinnan ikki kennast við hann, tað vísur seg, at hetta er maður hennara. Heitið á suttsøguni 'Hatta er ikki maður mín',lýsir sera væl innihaldið í stuttsøguni. Heitið verður eisini nýtt í síðsta setningi: "Hasin har inni, hatta er ikki maður mín." (regla 85-86) Tað eru ymisk ting í stuttsøguni, sum vísir á, nær søgan fer fram. Í 'barrini', sum kvinnan er á, er ein jukeboks (regla 7). Jukeboks bleiv væl umtókt fyri uml. 50 árum síðani, men í søguni verður lýst, at parið verður gift í 1986, tí má tíðarskeiðið vera eftir tí. Eg vildi mett, at søgan gongur fyri seg uml. Í 1990'unum. Hagtøl á netinum vísa á, at í endanum á 1980'inum minkar talið fyri hjúnaskilnað munandi. Talið fyri hjúnaskilnað veksur mitt í 1990'unum, og tí kann tað hava ávirkað søguna. Tá hon koyrir sigarettirnar í taskuna, er hon innandura, møguliga vísir hetta á, at tað er loyvt at roykja inni (regla 9). Í 2007 varð tað bannað at roykja á almennum støðum. Stuttsøgan hevur 'tíðarraðarbygnaða'. Gongdin fer fram í tíðarrøð. Har eru eingi afturlit ella framlit. Stuttsøgan byrjar mitt í eini hending, in medias res, hetta fær lesaran til at vilja lesa meira fyri at skilja, hvat hendir og hvar tey eru. Søgan endar eisini mitt í eini hending. Lesarin fær ikki at vita, um kvinnan fer at taka mann sín til sín aftur ella um tey blíva skild. Stílurin í stuttsøguni er álvarsamur og syrgiligur. Eg haldi, at stuttsøgan hevur ein álvarsaman stíl, tí t.d. í byrjanini byrjar kvinnan við, at hon finnur útav, at henni ikki dámar hann longur (regla 1). Tá ið hon vaknar um náttina við, at hann kemur heim, sigur hon: "Hvat fanin gert tú her?" og "hvør hevur givið tær lykilin til mína íbúð? " Maðurin í søguni fer at flenna, tá ið kvinnan fortelur honum, at hon ikki kennir hann, men tað ljóðar ikki sum eitt ektað flenn (regla 62). Huglagið í søguni er sera dapurt. Av tí at tað er um veturin, ímyndar man sær eisini, at tað er kalt (regla 14). Stuttsøgan er skrivað í medlit. Søgan verður fortald samstundis, sum hendingarnar fara fram. Stuttsøgan kann deilast upp í tveir partar. 1. Partur er, tá ið kvinnan er á einari barr ella onkrum líknandi (regla 1-12). Her er kvinnan í einum umhvørvi, saman við manninum, har fólkini rundan um tey eru 'í ørviti av drykkjuskapi, tey hanga hvør á øðrum'. (regla 6-7). 2. partur er, tá ið kvinnan er farin til hús. Her er umhvørvið friðarligt, til maðurin kemur heim, og hon kennir hann ikki aftur. Hon roynir at sannføra Henrik um, at hann ikki er ein partur av hennara lívi. (regla 16-86) Søgan fyrigongur nokk í einum stórbýi: "Eg fái mær ein hýruvogn." (Regla 14) Tey eru nokk ikki frá miðalklassa, men frá undirklassa. Tað sæst, tá Henrik spyr hana, hví hon ikki er til arbeiðis, sum um tað ikki hevði nógv at siga, at hon ikki passar sítt arbeiði. Tey raðfesta ikki arbeiði høgt, og teirra mál er heldur ikki vanligt fyri miðalklassan. T.d. í reglu 36 sigur Henrik: " Har situr man, gloymdur eftir við fúlari kenning, gamla er rýmd, tað er pínadoyð væl gjørt." Stuttsøgan er skrivað við einum innara sjónarhorni. Kvinnan er skrivað í 1. Pers sum eg-persónur. Tað sæst ígjøgnum allan tekstin, har kvinnan fortelur um sínar meiningar um mannin t.d. við at siga: "Eg hati hann" (regla 84) og "Eg førki meg út í gongina, eg rópi."Lesarin kennir allar hugsjónir hjá frásøgufólkinum. Man hoyrir um tveir persónar í stuttsøguni. Høvuðspersónurin er kvinnan, og so er maður hennara, Henrik. Kvinnan er gift við Henrik, men elskar hann ikki (regla 85). Hon hevur stórar trupulleikar við teirra parlagi. Longu fyrst í stuttsøguni sigur hon, at henni ikki dámar ein mann longur, seinni fær lesarin at vita, at hetta er maðurin, hon er gift við. Trupulleikarnir síggjast ígjøgnum allan tekstin, men serliga í reglu 15, tá hon undrast á at hon enn er edrú, tí hon hevur roynt at drukkið, soleiðis at heimurin fór at sýnast ljósari. Eisini sæst tað í reglu 64, tá hon fær vaml av at síggja hann og rennur út at spýggja, og síðani fer hon inn í køkin at gráta. Hon roynir fleiri ferðir at blaka hann út úr 'hennara' húsi, og skilur ikki, at hann ikki sær hvussu órímiligt tað er, at hann er har (regla 61). Hon hevur ivaleyst sannført seg sjálva um, at tey ongantíð hava havt eitt parlag og minni um, at tey eru gift. Møguliga hevur hon alkoholtrupulleikar. T.d. tí hon er á einari barr, dagin fyri hon skal arbeiða. Við mátanum Henrik spyr hana uppá, virkar tað ikki, sum um tað er fyrstu ferð, at hon ikki er farin til arbeiðis(regla 58).Fólk við alkoholtrupulleikum goyma ofta trupulleikan fyri sær sjálvum. Hon handfer støðuna á ein óvittøkan máta. Hon hugsar ikki við skynsemi, men hugsar við kenslum. Og tað eru kenslurnar, sum hava fingið hana til at gloyma mannin. Kvinnan hevur møguliga útvikla eina depressión, sum hon ikki sjálv kann koma burturúr. Hon roynir at deila sína depressión við Henrik, sum ikki sær depressiónina og kann tí ikki gera nakað við tað. Tað førir til, at hon byrjar at hata hann. Hesin haturin útviklar seg ígjøgnum stuttsøguna so nógv, at hon endar við at nokta fyri sær sjálvari, at hon hevur valt at gifta seg við honum. Hesar sálarligu trupulleikar føra til, at hon drekkur ov nógv, og endar í einari fantasiverð, har hon noktar tað, hon ikki vil góðkenna. Í stuttsøguni er Henrik giftur við kvinnuni. Tað virkar ikki, sum at hjúnabandstrupulleikarnir ávirka hann nógv. Hann lætst ikki síggja trupulleikarnir, og sær útyvir sálarliga støðuna hjá konuni. Tað sæst, tá hann kemur heim frá 'barrini' og hon leypur á hann, tá verður hann illur, men leggur seg á sofuna at sova uttan at loysa trupulleikan fyrst. Hann vil nokk heldur lata tað liggja og vónar, at tað loysir seg sjálvt (regla 59-60). Á reglu 60 etur hann tvær Albyl, møguliga hevur hann timburmenn, men tað kann eisini vera fyri at hjálpa honum at goyma pínuna og trupulleikarnir, hann og konan hava. Tað er ringurin, ið vísir konuni, at tey eru gift. Ein ringur verður ofta brúktur, tá ið fólk giftast sum eina mynd uppá, at tey eru bundin til hvønn annan, ein áminning á, at tey eru gift. Tó vil kvinnan í stuttsøguni ikki kennast við ringin, hon roynir at sannføra seg sjálva um, at ringurin ikki er hennara (regla 81-82). Hóast at kvinnan helst ikki vil góðkenna teirra hjúnaband, so er tað ringurin, ið hon trýr mest á. Brandurin innan í kvinnuni kann vera ein mynd á ymisk ting. Ein eldur ímyndar nakað heitt og nakað, sum lýsir upp. Tað kann vera depressiónin hjá kvinnuni, ið verður sterkari og lýsir bjartari. Tá ið fólk verða ill, verða tey ofta heit. Brandurin í kvinnuni kann verða ein mynd á øðina, hon hevur í sær. Eldur kann elva til pínu og deyða. Hon hatar mann sín, og vil ikki góðkenna, at hann er maður hennara. Eldurin kann verða ein mynd á hesa pínuna, hon hevur í sær. Vit vita ikki, hvussu søgan endar, men møguliga doyr hon av pínu. Tó kann brandurin eisini ímynda eina styrki av reinsan. Í síðstu reglu av stuttsøguni sigur hon: "Hasin har inni, hatta er ikki maður mín". Kanska hendan niðurstøðan reinsar hana innaní. Tó er tað ringt at siga, hvat tað veruliga er, ið hendir, tí søgan endar har, og lesarin fær ikki meira at vita. Temaið í hesari søguni haldi eg verða brotið hjúnaband. Tí søgan inniheldur nógvar trupulleikar í einum hjúnabandi. Tað eru nógvar orsøkir til, at eitt hjúnaband ikki heldur. Ofta er tað manglandi loysnir á trupulleikar og ofta hendir tað, tí pør ikki tosa við hvønn annan um trupulleikan. Sum tey eisini gera í søguni, so velja pør ofta at gloyma trupulleikan heldur enn at loysa hann. Tað krevur eisini tíð at byggja eitt sterkt hjúnaband upp. Í stuttsøguni síggja vit ikki eitt sterkt hjúnaband, tað er heldur brotið. Kvinnan roynir at tosa við mannin, men hann lurtar ikki (regla 1-5). Av tí at kvinnur í dag eru sjávstøðugar, hava tær ikki longur brúk fyri einum manni fyri at yvirliva. Hetta er eisini ein orsøk til brotin hjúnabond. Í dag er tað vanligt, at pør skiljast. Tó at tað er vanligt, er tað eitt tabu-evni, sum ofta ikki verður snakkað um. Eftir at lesa stuttsøguna fyrstu ferð situr man eitt sindur sum eitt spurnartekin, men aftaná at hava lisið tekstin nakrar ferðir fær man eitt syrgiligt huglag. Teksturin er góður, lættur at lesa, tó er hann ikki so lættur at skilja. Eg kann seta mítt lív í samband við mátan, Henrik handfer trupulleikarnar. Mær dámar betur at skumpa trupulleikan frá mær og lata, sum hann ikki er har heldur enn at loysa trupulleikan. Ofta er tað lættari bara at gloyma trupulleikar og steingja teir úti, heldur enn at loysa teir, tí tað er ikki altíð at loysnin er góð. Tað er eisini ringt at loysa eitt hjúnaband, sum longu er brotið. Hatta er ikki maður mín Í nútíðarsamfelagnum má hvør einstakur vaksin arbeiða fyri at klára seg og roynast væl í gerandisdegnum. Tað eru mong, ið arbeiða serliga nógv, og ofta er endin tann, at arbeiði og pengar fáa valdið á einum. Harafturat er tráanin eftir at verða væleydnaður í samfelagnum, og hetta hevur ofta óhepnar avleiðingar við sær, eitt nú strongd. Stúranin um morgindagin er ein ótýdiligur tanki hjá mongum, og fleiri dømi eru um, at tað at enda er rúsdrekka, sum tekur yvir. Nógv verður tosað og skrivað um júst hetta evnið, eitt nú fyri at varpa ljós á, at arbeiðið eigur ikki at fáa ræði á gerandisdegin hjá fólki. Stuttsøgan "Hatta er ikki maður mín," lýsir hetta evnið, nevniliga strongd og ta ávirkan, hetta hevur við sær. Grønlendska Naja Marie Aidt skrivaði stuttsøguna í 1995, og hugsast kann, at hon hevur skrivað grundað á egnan kunnleika, nevniliga tí Grønlandi er eitt land, sum ofta verður sett í samband við rúsdrekkamisnýtslu. Stuttsøgan snýr seg í stuttum um eini hjún, sum eru komin heim eftir einum túri í býnum. Konan vaknar frá sær sjálvari í seingini, og maðurin kemur heim nakað seinni og er enn fullur. Løtu seinni tekur eitt øgiligt klandur upp á seg, og huglagið í søguni gerst skjótt rættiliga tungt. Kvinnan kennir hvørgan mann sín ella seg sjálva aftur. Søgan er rættiliga stutt og fevnir ikki um eitt langt tíðarbil. Søgan fer fram í tíðarrøð Vit fylgja eygleiðingum hjá kvinnuni gjøgnum alla søguna, sum fer fram seint á kvøldið til tíðliga morgunin eftir. Málið í søguni er gerandisligt, og tað er rættiliga nógv beinleiðis tala og nógvar umhvørvislýsingar. Ein fær støðugt eina fatan av, hvar vit eru stødd, og hvussu umhvørvið er. Harafturat kann søgan býtast í partar, alt eftir, hvussu huglagið verður lýst: Brot 1: s. 1, r. 1 - 20: her verður umhvørvið lýst gjøgnum hugleðingar og eygleiðingar hjá kvinnuni, tí vit hoyra um tað, sum kvinnan sær og ger. Vit hoyra tankar hennara, og lætt er at seta seg inn í tankarnar hjá henni og sostatt fáa eina fatan av, hvussu umhvørvið í veruleikanum er. Í byrjanini á hesum brotinum fáa vit eina beinleiðis lýsing av tí, hon upplivir, og tað endar síðani við tí, hon heldur, morgindagurin hevur at bjóða. Brot 2: s. 1, r. 21 - s. 2, r. 43: Konan vaknar nú við, at maðurin kemur endiliga kemur heim. Hon er púra frá sær sjálvari og nevnir áhaldandi, at hon kennist ikki við mannin, sum er komin inn dyrnar. Tað er harafturat her, huglagið fyri restina av søguni verður sett, og spenningurin økist samstundis, serliga í endanum á brotinum, tá hon hugsar: "Eg brenni innan. Eg hati hann." Brot 3: s. 2, r. 45 - 79: Nú er morgunin komin, og bæði maðurin og konan eru ódrukkin. Konan legst aftur av álvara eftir manni sínum, men nú byrjar maðurin sanniliga at tala fyri seg sjálvan. Hann roynir at minna hana á, at tey veruliga eru gift, og hon kann ikki broyta ta støðuna. Brot 4: s. 2, r. 80 - 86: Her endar støðan, har aftur verður greitt frá tonkunum hjá konuni. 'akrar tankar um, hvussu gerandisdagur teirra sær "ikki við hann. Tað eru bert tveir persónar nevndir í søguni, og ongar beinleiðis lýsingar eru av teimum. Kvinnan er gift við Henrikki, og tað er týðiligt, at hetta ikki er eitt lukkuligt og sunt parlag; s. 2, r. 49: "Tú kanst bara pilla av beinanvegin." Her verður víst á, at hon leggur ikki í, um hann er heima hjá henni, og hann bara skal finna sær eitt annað sað at vera. Harafturat eru fleiri trupulleikar í teirra parlagi lýstir gjøgnum allan tekstin, har hon fleiri ferðir endurtekur, at hon hatar hann og kennist ikki við hann. Hon er púrasta óklár og í ørviti og rópar áhaldandi eftir manni sínum. Tað sæst týðiliga aftur í søguni, at bæði kvinnan og Henrik hava trupulleikar við rúsdrekka, og tað bendir á, at hetta er ein støða, sum als ikki er óvanlig í gerandisdegi teirra. "Hann ger kaffi í køkinum, sum um einki var farið fram, og etur tvær albyl," s. 2, r. 59 - 60. Hon roynir at drekka seg frá trupuleikunum, so hon hevur møguliga ein alkohol trupuleika, og í tekstinum stendur, at tey eru á verthúsið, dagin fyri hon skal til arbeiðis. Hvar tað so endar við at hon ikki fer til arbeiðis, og tað kann benda á, at hetta ikki er fyrstuferð at slíkt kemur fyri. Hugsast kann at tey ikki eru miðalklassanum, men eru frá undirklassanum. Arbeiði er møguliga ikki mett at verða so týdningarmikið, og málburður teirra er ikki serliga fínur, millum annað mátin tey tosa við hvønn annan, og tað at Henrik í r. 35-37 sigur "Hví fórt tú frá mær, knappliga vart tú farin, og har situr man, gloymdur eftir við fúlari kenning, gamla er rýmd, tað er pínadoyð væl gjørt", at sita við "fúlari kenning". Hesin málburðurin er ikki vanliga nakað, vit seta í samband við mið- og yvirklassan. Hon vamlats av manni sínum, hetta síggja við millum annað á s.2, r. 64- "Eg fái inniligt vaml og má renna út at spýggja. Síðani fari eg aftur at gráta, eg smokki saman niður á køksborðið og tútbrøli." Hon ber seg at á skilaleysan máta, og tað kann hugsast at hon er í einari sálarligari kreppu. Kreppur kunnu framkoma í ymiskum umstøðum: Ein kann uppliva kreppu bæði einamallur og saman við øðrum. Ofta er kreppan eitt avleiðing av trupuleikum í samveru og tilveruni við øðrum menniskjum: Ein kreppa kann koma av bæði kropsligum og sálarligum trupuleikum. Og tað kann bera við tað at tað tekur vali frá einum. Tað kann tulkast at kvinnan hevur fullment eina hugtyngslu(deprissión), ið hon ikki sjálv klárar at koma út frá aftur. Søgan hevur eisini nógv mynda mál í sær. "Hann er ikki maður mín" : Sjálvt um kvinnan er gift við hesum manninum, so kennist hon ikki við hann, og við seg sjálva longur. Tíðinar og umstøðurnar hava broytt samveruna teirra millum, og tey eru vorin fremmand fyri hvørjum øðrum. Hetta hevur verið ein sovorðin langur vetur: Veturin er tekin uppá myrkari tíðir, ið kann setast í samband við tunglyndi hjá kvinnuni. Men hóast veturin ofta tykist langur, so er tað ljós fyri framman. Og sólstrálan kann vera ein mynd uppá at tað er vón fyri framman.  Ringurin er ein mynd uppá kærleika og kenslur. Ein ringur er rundur, og tað merkir endaloysi, uttan byrjan og enda. Ringurin er eitt lyfti um ævigan kærleika. Lykilin kann vera myndamál uppá okkurt, ið kann latast upp, og okkurt, ið kann latast aftur. Lykilin umboðar vitan, okkurt gátuført og forvitni. Søgan kann setast í frásøgn við samfelagið. Hetta kundi væl verið ein verðulig søga, ið hevði gingið fyri seg her í Føroyum, serliga um krepputíðina í 90'inum. Men kann eisini setast í frásøgn við nútíðarfamfelagið, tí tað eru nógv, ið gerast sálarliga ávirkað av strong, grunda á tað, at arbeiði og pengar hava tikið ræðið á okkum. Eisini er tað í dag vorin nógvir hjúnaskilnaður, tí tað nærmast ikki er rúm fyri kærleika longur. So eg vildi sagt, at høvuðstemaði er truplleikar í parløgum og samfelaginum. Stuttsøgan minnir okkum á, at tað er sera týdningarmikið, at tað verður varpað ljós á slíkar trupulleikar. Og at tað er umráðandi at vera førur fyri at liva lívið á rættan hátt. Soleiðis at næru virðini sum kærleiki, nærleiki og umsorgan ikki verða gloymd. Tí tað er ikki rætt, at nær um gloyma seg sjálvan og tey, ið ein er góður við burtur, við stúran um arbeiði og um, at hugsa um dagin í morgin, ístaðin fyri at liva dagin í dag. Eitt danskt orðatak sigur "Livet bliver en lang deadline, hvis vi ikke giver os tid". Og er hetta rættiliga viðkomandi, at hugsa um í gerandisdegi okkara. Hatta er ikki maður mín Hjúnaband  er ein samfelagslig sambinding ella løgfrøðilig avtala millum tveir persónar. Fyri nøkur merkir tað nógv og onnur minni. Sálarsjúkur og aðrar tílíkar sjúkur kunnu ávirka hjúnabandið nógv. Tað er tað, ið stuttsøgan snýr seg um. Í hesum stíli fari eg at greina og tulka stuttsøguna Hetta er ikki maður mín. Naja Marie Aidt hevur skrivað stuttsøguna Hetta er ikki maður mín, ið stóð í stuttsøgu savninum Tilgang, ið kom út í 1995. Oddfríður Marni Rasmussen hevur síðani týtt stuttsøguna, ið kom í tíðarritið Vencil nr 14, ið varð givið út í 2013. Stuttsøgan er um eitt gift par, ið hava eitt heldur margháttligt parlag. Tey vóru til onkra veitslu, og hon fór heim at leggja seg at sova, uttan at siga nakað við Henrik. Seinni um náttina kemur hann so heim, og hon vaknar við eitt. Hon verður frá sær sjálvari og bæði sparkar og slær, og at enda hóttir hon við, at hon skuldi ringja eftir løgregluni. Hann leggur seg at sova, meðan hon situr og grætur. Morgunin eftir stoytti hon eina spann av vatni á hann, so hann vaknar. Hann físur og fer á vesið at vaska sær. Tá hann kemur út aftur setur hann hana uppá pláss og sigur, at nú er nokk. Stuttsøgan endar so við, at hann fer at leggja seg, meðan hon sat á gólvteppinum og hugdi at giftiringinum hjá sær, ið hon ikki kendi nakað til. Stuttsøgan strekkir seg yvir eina nátt og ein dag. Hon gongur fyri seg til veitsluna og so heima hjá teimum. Tað eru bert tveir persónar nevndir, og teir eru eg-persónurin og so maður hennara, Henrik. Eg havi býtt stuttsøguna upp í fýra partar. Tann fyrsti parturin er frá reglu 1-12, og tað er, tá tey eru til veitsluna, og eg-persónurin sannkennir, at henni ikki dámar mann sín. Tann næsti parturin er frá reglu 14-20, tá fáa vit at vita, hvussu eg-persónurin er sum persónur, og hvussu hon er fyri sálarliga. Tann triði parturin er frá reglu 21-79, ið er hendingin millum tey bæði, har vit fáa hennara sjónarhorn uppá støðuna. Tann fjórði parturin er frá reglu 80-86, ið er endin á søguni. Har vit aftur fáa at vita, hvussu hon er fyri. Bygnaðurin verður kallaður tíðarraðarbygnaður, ið er, tá gongdin fer fram í tíðarøð. Altso, at gongdin fer fram her og nú. Eisin byrjar gongdin mitt í eini hending, og tað verður kallað in medias res. Málburðurin er sera gerandisligur og merktur av banniorðum. Tað er við til at skapa eitt heldur alspent huglag. Málsliga er tað lætt at lesa stuttsøguna, tó er hon tórfør at skilja. Tað eru bert tveir persónar nevndir, og teir eru eg-persónurin og Henrik. Eg-persónurin verður lýstur óbeinleiðis, tí vit fáa bert at vita tað, ið hon hugsar og sigur, og ikki hvussu hon sær út, lívssøgu o.s.fr. Eg haldi, at hon er sálarliga sjúk, og tað var eisini tað fyrsta eg hugsaði, tá eg las stuttsøhuna. Hon hevur tað ikki gott, og tað kemur longu til sjóndar í broti 14-21. Har tað stendur, at hon hevði fingið nógv rúsdrekka niðurum við teirri vón um, at heimurin fór at sýnast ljósari. Hettar sigur nógv um hana sum persón, at hon roynir at flýggja frá veruleikanum, til nakað betri enn hvat lív hennara er. Eisini tað, at hon ikki vil kennast við mann hennara, og vil hava hann út av húsinum. Hon visti ikki hví at hann hevði ein lykil til íbúðina og eisini stendur í reglu 55-56 "...og spyr, hví eg ikki eri til arbeiðis". Hetta sigur okkum eisini, at hon er sálarliga sjúk. Ofta tá ein er sálarliga sjúkur, hevur ein ikki orku til at møta upp og røkta arbeiðið sítt. Hon visti ikki, hvussu giftiringurin var komin á, og hvør hevur koyrt hann har. Tað kundi bent á, at hon hevur alzheimer. Av tí at hon ikki minnist mann hennara, og at tey eru gift. Eisini gjøgnum alla stuttsøguna fáa vit at vita, at hon grætur øðiliga illa. Tað kann vera, tí hon sjálv veit, at hon er so illa fyri sálarliga, og dugir ikki sjálv at handfara støðuna. Maður hennara, Henrik, verður eisini lýstur óbeinleiðis. Vit fáa at vita tað hann ger og sigur, tó fáa vit eisini at vita, at hann hevur skitnar hendur og hevur hovið andlit. Hann er ein sera tolin maður, allarhelst tí hann er vanur við, at hon hevur sínir góðu og ringu dagar. Í byrjanini av stuttsøguni er hann øðiliga róligur og tekur tað ikki til sín, ið hon sigur. Men til endans verður hann illur, og sigur við hana á reglu 70: "nú er ballið buði". Tá tímdi hann ikki meira og fór at leggja seg. Allarhelst, tí hann veruliga roynir at taka tað róligt, og ikki øsa seg. Ein dagur sum hasin, tá hann hevur hundasjúkuna, er tað ikki so lætt at ikki øsa seg. Tað er nógv myndamál í stuttsøguni. Á reglu 2 stendur: "eyguni eru sum fiskaeygu, standa eitt sindur útúr, eru bleik og vatnkend". Hettar er samanberingar myndamál, tí eyguni verða samanborin við fiskaeygu. Fiskar eru kendir fyri at vera tómir, og oftast er tað í eygnabránum, at ein sær, at viðkomandi er tómur. Tað kundi merkt, at hon einki sær í Henrik longur, men bert ein tóman mann. Á reglu 14 stendur: "Hetta hevur verið ein sovorðin langur vetur." Hetta er ein myndaflógvin. Veturin er ein sera myrk og dapur tíð fyri nógv, ið hava eitt nú vetrardepritión. Og tá kann veturin tykjast drúgvur og langur, sum tað ger hjá eg-persóninum. Á reglu 15-16 stendur: "..nógvir eru farnir niðurum í teirri vón, at heimurin fór at sýnast ljósari." Tað ljósa er ein mynd uppá nakað, ið er gott. Og har stendur, at hon hevði vónir um, at heimurin fór at sýnast ljósari, altso, at heimurin fór at gerast betri. Á reglu 43 stendur: "Eg brenni innan." Tað verður ofta nýtt, um ein er øðiliga illur. Eins og í helviti, har tað brennir í allar ævit. Har er alt ræðuligt, eins og eg-persónurin hevur tað. Á reglu 52 stendur: "Andin frá honum er súrur, sum rotin tari." Tað er samanberingar myndamál, har andin verður samanborin við rotnan tara. Tað kundi verið, at hon ikki vil lurta eftir tí, ið hann sigur. Hon heldur, at alt tað hann sigur er rotið. Á reglu 72-73 stendur: "Ein gullringur situr skrúvaður niður í køtið". Tað kundi verði ein mynd uppá lyftið ein gevur, tá ein letur seg gifta. At hjúnarbandi er nakað, ið varir í allar ævir, eins og, at ringurin er ein partur av køtinum, og verður verandi til hann doyr. Á reglu 80-81 stendur: "Sólargeisli dettur gjøgnum rúmið og rakar meg í andlitið". Tað kundi verið, ein mynd uppá, at ljósið royndi at vekja hana. Hon hyggur niður á ringin, fyri at royna at minnast hann. Hon tekur ringin av og hyggur at tí, ið stóð skrivað, hóast tað vil hon ikki kennast við hann. Stuttsøgan er fortald gjøgnum 1. persón í nútíð, altso gjøgnum eg-persónin. Vit fáa alt at vita, ið hon hugsar, sigur og ger - tað verður nevnt innara sjónarhorn. Temu í stuttsøguni eru brotið hjúnaband og sálarsjúka. Man kann seta søguna í samband við samfelagið. Tað eru ikki øll fólk í dag, ið hava tað líka gott sum onnur. Tíbetur fáa tey hjálp, ið hava tørv á tí. Tó fingu vit ikki nakað at vita í stuttsøguni um, at hon fekk nakra hjálp. Eg trúgvi, at tað hevði broytt munandi um støða hjá teimum. Sálarsjúka rakar familjur og hjúnabond hart. Í hesum førum so breyt tað hjúnabandið teirra millum. Eg-persónurin tók avstand frá Henriki, hóast hann roydi veruliga at halda tí uppi. Tá eg lesi stuttsøguna haldi eg við teimum báðum. Henrik er tann, ið ger tað rætta, men eg taki synd í eg-persóninum. Hon er so ússalig, at eg fái samkenslu við henni. Eg haldi, at tað er tað, ið rithøvundurin roynir at fortelja í stuttsøguni. Hatta er ikki maður mín Stuttsøgan hevur Naja Marie Aidt skrivað. Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt hana úr donskum og søgan er upprunaliga úr savninum Tilgang (1995). Aidt er fødd í 1963, og hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur, barnabøkur og skaldsøgur. Eisini hevur hon skriva sjónleikar. Í savninum Tilgang eru 16 stuttsøgur, har allar snúgva seg um gerandisligar hendingar og lýsingar um viðurskiftini millum menniskju. Lygnirnar vit fáa hvønn annan at trúgva, fyri at kunna liva saman. Aidt hevur eisini lagt dent á minimalismu. Hetta merkir, at persónarnir í søguni eru einsamallir og traumatiseraðir og hava trupult at samskifta sína millum. Hetta sæst eisini í stuttsøguni. Stuttsøgan snýr seg í stuttum um eina kvinnu og ein mann, sum práta saman. Brádliga sær kvinnan at hon ikki dámar mannin. Hon vil avstað, men hann vil ikki loyva henni. Tá ið hon fer út at bíða eftir einum hýruvogni, sigur hon at hon undrast á, at hon er edrú, tískil hevur hon verið eitt stað og drukkið. Hon kemur síðani heim og ferð í song. Hon vaknar brádliga við at ein maður kemur inn og hon spyr hvat hann ger inni har. Hann er fullur. Hon biðjur hann at sleppa sær út og fer til hendurs við mannin, tá hann ikki vil fara. Hann grulvar inn í stovuna og sovnar á sofuni. Kvinnan velur at vekja hann, við at stoyta eina spann við vatnið á hann. Hann øsist og fer síðani í brús. Tá hann kemur út aftur byrjar kvinnan aftur at skelda og biðjur hann at fara út. Hann sigur at hann ikki fer út, og at tað er hansara heim. Hann skeldar hana og sigur, at tey eru gift og at hann býr har veruliga. Maðurin gerst móður og fer í song. Eftir situr kvinnan og hyggur at ringinum, hon visti ikki hvussu hon hevði fingið hann, ella nær. Ein fær at vita at fólk ikki kunnu semjast um, hvat skal spælast á jukeboksini (regla 7) hettar fortelur okkum, at byrjanin á søguni gongur fyri seg á einum vertshúsið. Annars gongur stuttsøgan fyri seg heima hjá kvinnuni og manninum. Tað at ein jukeboks er har, kann fortelja okkum at søgan gongur fyri seg í 80'inum av tí at jukeboksir vóru sera modernaðar tá. Søgan kann býtast í 6 partar, vegna skift millum tíð og stað. 1. Brot 1-12: Maðurin og kvinnan sita á einum vertshúsið. 2. Brot 13-19: Kvinnan kemur heim og leggur seg at sova. 3. Brot 20-42: Maðurin kemur fullur heim og kvinnan skeldar hann og vil hava hann út har frá. Hann leggur seg at sova á sofuni. 4. Brot 43-58: Kvinnan vekir mannin. Hann sigur at húsið er hansara heim. 5. Brot 59-77: Maðurin niðurgerð kvinnuna og skeldar hana. 6. Brot 78-84: Kvinnan hyggur at ringinum á fingurinum og noktar at trúgva at hasin maðurin er maður hennara. Stuttsøgan byrjar mitt í eini hending. Hetta merkir at søgan er skriva í in medias res. Ein fær heldur einki at vita um bakgrundina hjá persónunum. Tískil fáa persónarnar eisini eina óbeinleiðis lýsing, har ein má lýsa persónarnir við teirra gerðum og hvat teir hugsa. Søgan er skriva í gerandisligum málið og er tískil ikki torfør at lesa. Tað eru ikki nógv torfør orð og heldur ikki langir og óskilligir setningar. Tað eru ikki nógv reglubrot og tí skiftir søgan ikki nógv millum tíð og stað. Staðið skiftur bert millum vertshús, úti og heima. Huglagið letur til at vera dapurt tí, at ein sær eitt hjúnaband upploysast. Maðurin og konan hava tað als ikki gott saman. Konan kennir ikki sín mann aftur tí at hann er broyttur so mikið nógv og hevur logið um hvør hann er. Kvinnan verður lýst sum ein ørvitisknokkur. Maðurin noktar at fara út úr húsinum, og heldur hana vera púra frá sær sjálvari. Kvinnan er sera ógvuslig við mannin, hon fer til hendurs og rópar eftir manninum at hann skal sleppa sær út úr húsinum. Hetta fær lesaran at halda at kvinnan veruliga er svøk og ikki uppførir seg sum eitt vanligt fólk ger, men um man setur seg inn í hennara støðu, so hevur maðurin sikkurt logið fyri henni alla ta tíð tey hava kent hvønn annan. Maðurin verður lýstur sum ein innbrótstjóvur, men útfrá mátanum hann uppførir seg inni í húsinum, so fær lesarin ikki eina fatan av, at maðurin hevur brotið inn, men býr har. Hann er ørkymlaður í byrjanini, men síðani øsist hann og vil ikki finna seg í, at konan hjá honum uppførir seg soleiðis í móti honum. Nøkur einkul, men sigandi myndamál eru í stuttsøguni. Eitt av teimum kundi veri, at kvinnan slettis ikki kennir mann sín. Kanska hon hevur livað eitt annaðleiðis lív saman við manninum. Savni hjá Aidt, snýr seg um viðurskifti millum menniskju, og allar lygnir man fortelur og heldur fast í, fyri at kunna liva saman. Kanska maðurin hevur logið um seg sjálvan og hevur givið kvinnuni eina heilt øðrvísi fatan av honum og nú hevur hon funnið útav hvør hann veruliga er. Tískil heldur kvinnan ikki at tað er til at halda út og vil ikki hava mannin búgvandi inni hjá sær. Í veruleikanum kennir hon slettis ikki mannin, av tí at hann hevur logið um, hvør hann veruliga er. "og eg undrist á, at eg eri edrú, tí at so nógvir eru farnir niðurum í teirri vón, at heimurin fór at sýnast ljósari." (regla 13-14). Hetta kann vera myndamál fyri, at kvinnan ikki heilt vildi trúgva tí, sum hon hevði funnið útav. Hon vildi kanska liva við tí fatan av manninum sum hon hevði havt, men kundi ikki tí at hon ikki kundi góðtaka tað. Tað kann eisini merkja, at hon vildi hava seg at opna eyguni fyri hvør hann veruliga er, so at hon kundi fáa mót til at siga frá og at fáa sannleikan framm um hann. Ringurin kann merkja at hjúnaband teirra er ein ónd ringrás. Kanska kvinnan áður hevur roynt at seta orð á, hvussu hon hevur tað við manninum, men endar altíð við at vera verandi saman við honum. Stuttsøgan er skriva við einum innara sjónarhornið. Kvinnan greiðir frá tí sum hendir og man lesur hennara tankar og hugsanir. Hetta kann vera tí, at rithøvundurin vil hava lesaran at halda við kvinnuni. Altso at lesarin skal halda at kvinnan hevur rætt og maðurin ikki heilt hevur nakað at siga, av tí at hann hevur gjørt nakað skeift. Temaði í stuttsøguni kundi veri viðurskiftini millum mann og konu. Ella viðurskiftini millum eitt par. Ein kann finna uppá at lúgva um mangt fyri at fáa ein annan at elska seg. Til endans hevur ein logið um seg sjálvan so nógv, at hin parturin slettis ikki kennir persónin meira og klárar ikki at liva saman við hinum meir. Temaði í stuttsøguni er kanska ikki ein samfelagsligur trupulleiki, men ein innanhýsis trupulleiki. Ein hoyrir ikki nógv um at fólk hava logið um hvørji ella hvussu tey eru. Hettar er ikki eitt alment evnið sum verður tosað um, men kanska er hetta ein trupulleiki sum nógv hava, uttan at tey sjálvi vita av tí. Útfrá temaðinum metið eg sum lesari at stuttsøgan kann setast í frásjón við stuttsøguna "Hin loyndi urtagarðurin" eftir Lydiu Didriksen. Søgurnar líkjast við, at gentan í "Hin loyndi urtagarðurin" er bangin fyri hvat kærleikin kann viðføra. Maðurin í stuttsøguni endar við at taka gentuna við í eitt dýpi, sum er sera torført fyri tey at koma burtur úr aftur. Hettar kann setast í frásjón við "Hatta er ikki maður mín", tí at maðurin í tí stuttsøguni kanska eisini hevur hálað konuna hjá sær í eitt dýpið, har hon heldur at tað er sera torført at koma burtur úr. Tí heldur konan brádliga at lívið hjá henni ella maðurin ikki er til at halda út. Hattar er ikki maður mín Øll parløg kring heimin hava sínir trupulleikar at stríðast við. Tó eru tey flestu parløgini sera góð til, at fjala sínir trupulleikar fyri øðrum, fyri at varðveita eitt gott umdømi. Oftani, um tey einki gera við teirra trupulleikar, fyri at royna at skora tað burtur, verða trupulleikarnir verri. Fólk kring heimin ganga sera høgt uppí, at hava eitt gott umdømi, sjálvt um ein og hvør veit at, at allar familjur og parløg í heiminum eru ikki feilfríðar. Um trupulleikarnir eru ov torførir at loysa í einum parlagi, er tað sera umráðandi, at tey venda sær til onkran annan, millum annað ein ráðgevara. Ein stuttsøga ið snýr seg um tað sama, trupulleikar í einum parlagið, hevur Naja Marie Aidt skrivað, ið eitur"Hattar er ikki maður mín", ið varð givin út í tíðarritinum Vencil nr. 14, 2013. Stuttsøgan er upprunaliga úr savninum Tilgang, 1995. Oddfríður Marni Rasmussen týddi stuttsøguna til føroyskt. Stuttsøgan er um eitt par. Tey hava bæði verið úti um náttina og drukkið. Konan ferð heim áðrenn mann sín, og hon leggur seg at sova. Hon vaknar aftur við, at maðurin kemur óvanliga fullur heim. Hon tykist kløkk av honum, og bæði skeldar hann og nýtir harðskap í móti honum. Hon fer at gráta og hóttir við, at ringja til løgregluna. Morgunin eftir vekir hon hann við, at kasta eina spann við vatni á hann. Hon tykist til at ikki kennast við hann, og hon vil gjarna sleppa av við hann. Hon vil hava hann, at geva henni lykilin til húsini, ið hann gongur runt við. Sjónarhornið/frásøgufólkið er útfrá konuni, og er ikki alvitandi, men innara sjónarhornið verður heldur nýtt. Søgan er skrivað í 1. persóni eintal í nútíð. Men tað kemur tvær ferðir fyri, at sjónarhornið broytist til 2. persón í nútíð, einafer í eintal og einafer í fleirtal. - "Vit gevast at tosa og hyggja hvør at øðrum", (regla 1). Har, ið tað er maðurin og konan ið tosa saman. "Kring okkum eru fólk í ørviti av drykkjuskapi, tey hanga hvør á øðrum og kunnu ikki semjast um, hvat skal spælast á jukeboksini", (regla 6-7). Har, ið sjónarhornið okkum, er aftur tey bæði. Søgan hevur einki afturlit. Inngangurin byrjar, in medias res, mitt í eini hending. Orðini eru einføld, og søgan er lættlesilig við stuttum setningum. Orðavalið er áleypandi, klandrut og ódámligt, við nógvum banniorðum, t.d. stendur í reglu 56-58 "Tú skalt fanin ikki hava mín lykil. Eg búgvi veruliga her, tú skalt fanin ikki koma her og nokta mær atgongd til mítt egna heim". Søgan gerst óhugnalig at lesa. Hugburðurin er eisini keðiligur, av tí, at parlagið hjá teimum gongur óvanliga illa. Vit fáa ikki at vita hvørja tíð hendingarnir fara fram. Vit kunnu bert hugsa okkum til, at hendingarnir fevna um nakrar tímar. Søgan byrjar klokkan fýra um morgunin, tá ið hon fer heim at sova. Klokkan ellivu um morgunin stígur hon uppaftur, og vekir mann sín, og síðani skeldast tey nógv og leingi. Men tá ið søgan endar, vita vit ikki hvør klokkutíðin er. Hendingarnir fara fram heima hjá teimum, men tey vóru eisini úti á eini barr um náttina -"Kring okkum eru fólk í ørviti av drykkjuskapi, tey hanga hvør á øðrum og kunnu ikki semjast um, hvat skal spælast á jukeboksini". Vit vita ikki hvar kring heimin, tey eru staðsett, og tí kann søgan fara fram hvar sum helst. Tað eru bert tveir persónar í søguni, eitt par, ein maður og ein kona. Tey verða lýst óbeinleiðis. Vit fáa at vita, at hann eitur Henrik, tá ið hon hyggur í ringin hjá sær, "Henrik, stendur skrivað. Henrik, 24.8.1986", (reglu 84-85). Her fáa vit eisini at vita, nær tey vórðu gift. Í gjøgnum hugsanina hjá konu hansara, fáa vit eina lítla lýsing av honum, -"Eygnabráið er alt ov lætt at gjøgnumskoða, eyguni eru sum fiskaeygu, standa eitt sindur útúr, eru bleik og vatnkend; í bránum stendur skrivað: "Eg billi mær inn, at eg vil hava teg, og beint nú eri eg stórliga farin at leggja upp til tín", (reglu 2-5). Eg-persónurin hatar mann sín, Henrik. Hon hatar hann og kennist ikki við hann. "Eg eri alt ov uppøst. Eg brenni innan. Eg hati hann". (Reglu 42-43). "Eg brenni innan. Hasin har inni, hatta er ikki maður mín", (reglu 85-86). Hon skapar øgið ímóti honum, og eg trúgvi, at tað er tí, at hon hevur drukkið illa, nóg illað til, at hon er vorðin minnisleys, at hon ikki eingongd kennist við mann sín. Tað haldi eg eisini hóskar væl til, hvat ið Henrik sigur við hana, - "Lítla kona mín er vorðin gagg gagg. Tað er eyðsæð, at tú ikki tolir at drekka meir", (regla 67-68). Hon visti ei heldur av, at hann hevði lykil til teirra hús, og hon veit ikki hvør ella nær hennara giftisringur er koyrdur á fingur hennara, - "Hann hevur ikki verið har fyrr, og eg undrist øgiliga nógv á, hvør ið kann hava sett hann har, og nær", (81-83). Hettar bendir á, at hon er vorðin sera minnisleys. Burturfrá, at eg haldi at hon er vorðin minnisleys, haldi eg eisini, at tað hon hevur ringar nervar - "Eg taki um boygdu bein míni og ruggi aftur og fram", (regla 83). Avtí at hon er minnisleys, hevur ringar nervar og drekkur rúsdrekka regluliga, haldi eg, at hon er sálarliga sjúk, ið hon ikki hevur staðfest. Eg haldi eisini, at Henrik er rúsdrekka misnýtari, og tí ger hann einki, fyri at hjálpa henni við tí sálarliga. Sjálvt um Henrik ikki vil lata hana fara frá sær, tykist tað eiheldur, sum um hann er serliga góður við hana. Men at líka væl er hann illur um, at hon ikki tekur sær av honum, tá hann er maður hennara. Eg trúgvi at tey bæði hava rúsdrekka trupulleikar. "Hann ristir á høvdinum og spyr, hví eg ikki eri til arbeiðis", (reglu 58-59). Eg trúgvi at tey hava verið úti og drukkið ein gerandisdag, og tí orkar hon ikki til arbeiðis dagin eftir, sjálvt um hon føldi seg edrúan. Henrik tekur tvær albyl, møguliga ímóti timburmonnum. Kanska skal hann eisini til arbeiðis, men tað fáa vit einki at vita um. Eg trúgvi, at tey hava verið rúsdrekka misnýtarar so leingi, at tað hevur oyðilagt tjúnarbandið millum teirra. Útfrá tí sum tey siga og gera, og handlingarnir í móti hvørjum øðrum, tykist heimið hjá teimum óheimligt og ódámligt. Møguliga hava tey ongan at tosa við, um teirra trupulleikar, og tey hava ei heldur hvørt annað, men bert teirra rúsdrekka. Henrik tykist róligur í mun til hana, tá ið tað er hon í nýtir harðskap ímóti honum, t.d. stendur - "...morgunin eftir lati eg meg í og fari at buka hann við nevanum", (regla 45). Tó er Henrik eisini ljótur ímóti henni við, at hann tosar sera ljótt við hana, sum t.d. at kalla hana eina mer. Tað stendur ikki í tekstinum, at hann nýtir harðskap ímóti henni. Men tað haldi eg er væl møguligt, at hann onkuntíð hevur gjørt tað. Eg tulki tað til, at tey bæði eru vorðin hopisleys av rúsdrekka, at hvørkin av teimum eru til skynsemi. Tað er nøkur myndamál í tekstinum. Á reglu 2-5 stendur - ... eyguni eru sum fiskaeygu, standa eitt sindur útúr, eru bleik og vatnkend; í bránum stendur skrivað: "Eg billi mær inn, at eg vil hava teg, og beint nú eri eg stórliga farin at leggja upp til tín." Eyguni hjá Heinrik verða samanborðin við fiskaeygu, ið meinast við, at hann hevur undarlig ella ørðvísi eygu, ið møguliga eru meir starandi enn hjá ørðum. Brotið stendur ei heldur skrivað í bránum. Men er tó bert eitt myndamál uppá eina hugsan, ið hon heldur, hann hugsa um seg. Eg haldi, at hon tykist tunglynd, tí at á reglu 15 stendur, "Hetta hevur verið ein sovorðin langur vetur". Eg haldi, at hettar er ein mynd uppá hennara lív í einum sera keðiligum tíðarskeiði, har ið hon er vorðin tunglynd. Veturin er ofta ein mynd uppá ta myrka, keðiliga í lívinum, og tíðin um veturin er eisini drúgv. Á reglu 15 -16 stendur, ".., tí at so nógvir eru farnir niðurum í teirri vón, at heimurin fór at sýnast ljósari". Vónin um, at fáa heimin at sýnast ljósari, er oftani ein mynd uppá at ein líður av tunglyndi, ið vil koma burturúr sínum keðiligum tíðarskeiði. Tað hóskar eisini væl til, um hon er sálarliga sjúk, har ið hon er bundin at rúsdrekka, fyri at fáa tað betur og skora veruleikan burtur. "Hann peikar við einum fingri niður móti andlitinum á mær, ein gullringur situr skrúvaður niður í kjøtið". (72-73). Eg haldi at hettar brotið er ein mynd uppá, at hon er bundin til Henrik, tí tey eru gift, og Henrik vil ikki hava hana fara frá sær. Tað vil hann ikki, tí at tey bæði hava gingið inn fyri tjúnarbandið, og skulu tí verða saman í viðgang og mótgang, líka til teirra enda. Evnini í stuttsøgui er rúsdrekka og harðskapur, ið fyrigongur heima hjá teimum. Hon hatar eisini Henrik innarliga, og tí er eitt evni eisini hatur. Sálarliga sjúka og tunglyndi eru bæði tvey eisini evnir í søguni. Og heitið á søguni er "Hattar er ikki maður mín", og tað er tí, at hon er vorðin sera minnisleys, men tó haldi eg ikki sálarliga sjúka er høvðustemaðið. Tað haldi eg er parløg. Teirra parlag hevur eina rúgvu av ósemjum, og teirra viðurskiftir eru sera ring. Og um hann ongantíð sær, at hon hevur brúk fyri viðgerð, so verður hon ongantíð frísk, tí at tað klárar hon óiva einsamøll og óvitandi, sum nú er. Hendan søgan kann setast í frásjón við veruleikan. Tað eru sera nógv parløg kring heimin, har ið rúsdrekka og harðskapur fyrigongur innanfyri teir fýra veggirnar. Manglandi kærleiki er eisini í sera nógvum heimum. Loysnin er fyrst og fremst samskifti millum teirra, og síðani kunnu tey taka tað harfrá, har tey kunnu loysa tað sjálvi ella venda seg til onnur at tosa við. Trupulleikin hjá hesum parlagið, sum hjá nógvum ørðum parløgum kring heimin, er manglandi samskifti og kærleika. Í hesum parlagið trúgvi eg, at tað er rúsdrekka trupulleikarnir, ið er syndarin í teirra heimi, ið sum so ger, at tey bæði eru hopisleys ímóti hvørjum ørðum. Rúsdrekka broytur jú sera nógv uppá okkum menniskju og ávirkar jú bæði ein sjálvan, og tey rundan um ein. Stóra inntøku av rúsdrekka í longri tíð oyðleggur okkum, bæði kropsliga og sálarliga, sum so broytur okkum fullkomiliga. Sum eitt føroyskt orðatak sigur, "Tá ið ølið fer inn, fer vitið út". Ella eitt annað orðatak, ið sigur - "Øl er annar maður". Hatta er ikki maður mín "Hatta er ikki maður mín" er ein stuttsøga skrivað av Naja Marie Aidt. Søgan varð upprunaliga útgivin úr savninum "Tilgang" í 1995. Í stuttum snýr søgan seg um eina kvinnu, ið er farin í býin. Heimkomin vaknar hon brádliga av einum manni, ið, sera drukkin, hevur læst seg inn íbúðina. Kvinnan verður í øðini og rópar og sparkar eftir manninum og eftir nógv stríð, megnar maðurin at grulva inn í stovuna og leggur seg síðani at sova á sofuni. Dagin eftir tvíheldur maðurin um, at hann er maður hennara og vísir til gullringarnar á fingrum teirra. Kvinnan er sera skelkað og veit ikki, hvør kann hava sett hann har, tí hesin maður er als ikki maður hennara. Tað eru tveir høvuðspersónar í søguni, nevniliga maðurin og kvinnan. Vit fáa ikki nógvar týðandi upplýsingar um hesi bæði, men kvinnan tykist at vera miðalaldrandi, eftirsum at søgan er skrivað í 1995 og tey vórðu gift í 1986. Harafturat eru eingi børn inni í myndini, eru helst vaksin og flutt út. Kvinnan stríðist helst við rúsdrekkatrupulleikar. Á reglu 15 síggja vit, at hon undrast á at vera edrú, hóast hon dúgliga hevur roynt at drukkið trupulleikarnar burtur. Tó hevur hon helst eitt arbeiði, eftirsum hon hyggur eftir vekjaranum, tá hon fór í song, og tí maðurin spyr, um hon ikki er til arbeiðis. Maðurin hevur helst eisini rúsdrekkatrupulleikar. Vit síggja, at hann er deyðadrukkin, tá hann læsir seg inn hjá kvinnuni og fær illa staðið á beinunum. Harafturat er útsjóndin merkt av alkoholismu. Eyguni standa eitt sindur útúr og eru bleik og vatnkend. Málið teirra millum er rátt og kalt við nógvum eiðum og forbannilsum. Harafturat eru tey kropsliga harðlig móti hvørjum øðrum. Søgan fer fram yvir eitt lítið samdøgur. Hon gongur fyri seg inni í einum vertshúsi og heima í íbúðini hjá kvinnuni. Eingi "flashbacks" ella "flashforwards" eru í søguni og er hon harvið kronologiskt uppbygd. Stíllegan er gerandislig og merkt av einfaldum, ógvusligum talumáli. Ikki nógv myndamál er í søguni. Tó samanber hon eyguni á manninum við fiskaeygu, og andan á honum sum rotnan tara. Á reglu 70 stendur "nú er ballið buið," ið merkir, at nú er nóg mikið. Harafturat er huglagið dapurt og kalt, men samstundis ógvusligt og harðligt. Søgan verður fortald í 1. persóni gjøgnum sjónarhornið hjá kvinnuni. Vit fáa alt at vita um hennara kenslur, trupulleikar og hugsanir. Myndin av manninum er eisini lýst ígjøgnum hennara eygu við andstygd. Tað kunnu vera fleiri temu í søguni, men evnið sum gongur aftur er rúsdrekkatrupulleikar og fylgirnar, ið teir hava við sær, m.a. harðskapur og trupulleikar í parlagnum og á arbeiðsmarknaðinum. Samanumtikið kann sigast at søgan lýsir væl lívið hjá fólki við rúsdrekkatrupulleikum. Harðskapur, róp og skrál og innantømt klandur merkja søgugongdina, og er hetta helst eitt úrslit av einum miseydnaðum og gleðisleysum hjúnarbandi, ið spakuliga er gliðið frá hvørjum øðrum. Kærleikin er vorðin til hatur, kvinnan kennir snøgt sagt ikki mannin aftur. Hon kennir seg fremmandagjørda og er illa fyri sálarliga. Nevnas skal, at Naja Marie Aidt, ið hevur skrivað stuttsøguna, er fødd og uppvaksin í Grønlandi fyrstu sjey árini av lívinum. Sum kunnugt eru tað sera stórir sosialir trupulleikar í grønlendska samfelagnum, ið kunnu hava givið henni íblástur til søguna. Harðskapur og rúsdrekkatrupulleikar vóru gerandiskostur í hennara uppvøkstri, tó ikki heima hjá teimum. Hesir trupulleikar eru afturvendandi í fleiri av hennara stuttsøgum. Fyribrygdir sum sosialur arvur og umhvørvi hava nógv at siga í hesum sambandi. Fleiri kanningar benda á, at børn hjá alkoholikarum hava lyndi til sjálvi at fáa somu trupulleikar, tá tey gerast vaksin. Foreldrini føra síni virðir og sínar hugburðir víðari til børnini. Mátar at loysa trupulleikar uppá, ella ikki loysa teir, verða eisini førdir víðari, og gera tað sera trupult hjá børnunum at bróta "destruktivu" mynstrini. Harafturat er tað ofta tann mest grundleggjandi faktorurin í uppvøkstrinum, sum manglar, nevniliga umsorganin. Um barnið ikki fær umsorgan undir uppvøkstrinum, fær tað heldur ikki evni og grundarlag fyri at geva sínum egnu børnum umsorgan seinni í lívinum. Manglandi sjálvsvirði er eisini tætt tengt at áður nevndu trupulleikum. Í søguni eru tey kropsliga harðlig hvør móti øðrum, sparka, berjast og blaka kalt vatn í høvdið á hvørjum øðrum. Stutt sagt kann ein siga, at tá ein slær, er ein veikur. Tá er einki eftir at siga, ongar grundgevingar ella kjak, ið kann "nuancera" støðuna. Bara primitiv sløg og spark. Hvussu kann ein so vera við til at bróta neiligu gongdina? Síðstu árini eru nógvir ymiskir instansir stovnaðir í samfelagnum fyri at fyribyrgja slíkum. Heilsusystrar vitja reguliga heimini, frá tí at børnini koma í heimin. Samstarvið millum barnagarð/skúla og heimini er eisini økt, og ymisk tilboð eru til familjur, ið hava stuðul fyri neðyini. Harafturat er SSP samstarvið sett á stovn, ið er samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politi. Um alt hetta er nóg mikið, er ivasamt, men er helst ein gongd leið. Tó eiga vit øll at fokusera á tað góða í hvørjum øðrum, og royna at minna hvønn annan á, hvat tað er, ið upprunaliga ger okkum spent ella glað. Tá tað so er sagt, eiga vit eisini at góðtaka onnur, høg sum lág, bæði rúsdrekkamisnýtarar og fólk, ið í heila tikið, ikki eru væl fyri í samfelagnum. Vit vita ikki, hvat tey hava við sær í ryggsekkinum at stríðast við, tí lívið kann hátta sær so ymiskt hjá okkum øllum. Glerlokaða glíðibreytin Nakrar tankar um LGBTismu, glerlokaðar glíðibreytir, ófrælst talufrælsi og rættindi hjá samkyndum, sum Heini í Skorini viðger í tíðargreinini "Hurrá fyri glíðibreytini" í Sosialinum, 15. januar 2014. Javnrættindi, javnrættindi, javnrættindi!Fyri bert fáum árum síðani, hevði ein og hvør hugsa "Kvinnurørslan", tá ið hatta orðið varð tikið upp. Nú er støðan heldur øðrvísi.Í einum langum, og eftir hondini, drúgvum tíðarskeiðið, hevur kjakið, hvørki hjúnarbandslógin skal broytast ella ikki, verið uppi og vent í politiskum høpi - og ikki fyri at gloyma í fjølmiðlunum. Mongu ósemjurnar um hetta evnið hevur ikki bert elvt til fráfaring av politikkarum, men rákið, sum eyðkennir samfelag okkara í dag, er vorið til "LGBTismu", sambært Finnuri Koba, listamanni, ið vertaði til Geytan fríggjakvøldið (11. desembur 2015). Í 2010 gjørdist Ísland seinasta landi í Skandinavia at løgseta hjúnaband millum samkynd, og hetta legði stórt trýst á oyggjar okkara. Dysturin byrjaði.15. januar 2014 skrivaði væl umtókti journalistinum, Heini í Skorini, ið er útbúgvin innanfyri stjórnmálafrøði og religiónsvísindi, eina tíðargrein í samband við hetta evnið. Heini í Skorini er kendur fyri at megna væl at upplýsa um fleiri sjónarmið. Heldur enn at royna at sannføra móttakaran, um hvat er rætt, upplýsir hann nágreiniliga fyrimunir og vansar hjá báðum partum. Umrødda tíðargreinin berur heitið "Hurrá fyri glíðibreytini", har Heini, við opnari próvførslu, hugleiðir um hjúnabandslógina og gevur ein varhuga av sjónarmiði hansara. Hon er skrivað í sambandi við fyrstu viðgerðina av uppskotinum at broyta hjúnabandslógina, sum var 5. desembur í 2014. Heini viðmerkir, at tað kanska var "Lagnunnar speisemi", at hetta var sama dag, sum siðiliga fyrimyndin, Nelson Mandela, andaðist; maðurin, sum m.a. var "...ein radikalur stríðsmaður fyri rættindum teirra samkyndu". Heini greiðir frá, at fleiri samgongupolitikkarir heiðraðu og blómaðu Nelson Mandela á ymsum sosialum miðlum kvøldið hann doyði, hóast tey høvdu talað ímóti uppskotinum hjá Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Michelsen um frælsið hjá samkyndum, fyrr á degnum. Hetta leiðir til, at lesarin fær ein sterkan illgruna um, at hesir samgongupolitikkarir eru rættiliga tvísíðakendir, nakað, sum Heini kanska sjálvur hevði í huganum at geva lesaranum varhugan av. Tíðargreinin fevnir millum annað um eitt tilmæli hjá politikkaranum Rúna Rasmussen, ið hann sendi løgtingslimum viðvíkjandi hesum uppskotinum. Hetta finnist hvassi journalisturin at, sum svarar Rasmussen aftur við einari slíkari niðurstøðu:"Nógvar staðfestingar - men fáar grundgevingar. Nógvar niðurstøður - men einki grundarlag."Hann heitir lesarunum á, at tað er ikki nokk at bara pástanda nakað við einum logikki, sum sigur, at av tí at hjúnabandi er gott, og samkynd hava negativa ávirkan, mugu tey ikki sleppa framat. Heldur eggjar hann okkum at hugsa kritiskt og vera meira krevjandi. Hetta er hóast alt eitt álvarsamt mál, sum, á einhvønn hátt, fer at hava avleiðingar á samfelag okkara. Uppskotið um samkynt hjúnaband fall á tingfundi 13. mars 2014, men var aftur viðgjørt longu 24. novembir 2015, og skal síðani undir næstu viðgerð væntandi í februar. Tað var kanska lagnunnar speisemi, at enn einaferð var fyrsta viðgerð á einum søguligum degi, nevniliga 24. novembir, sama dag sum bókin "On the Origin of Species" hjá Charles Darwin varð útgivin í 1859, hvar ið hann sigur frá ástøðinum um menningarlæru (evolutión), gjøgnum tilgongdina av natúrligu úrveljingini. Og hetta er júst tað, sum mong av teimum, sum ikki taka undir við vígslu millum samkynd, vilja vera við - at tað er ikki ein partur av natúrligu gongdini, at tvey av sama kyni koma saman. Hví vilja samkynd giftast? Tó eru tað sum heild tey, við átrúnaligum bakgrundum, sum meina, at tað ikki er ein partur av natúrligu gongdini, at menn og menn ella kvinnur og kvinnur liva saman í parlagi. Grundgevingin fyri hetta er, at bert maður og kona kunnu gera børn. Og tað kunnu vit øll taka undir við. Her verður síðani tvístøðan, "Hvat so við børnunum, um tey skulu vaksa upp uttan pápa ella uttan mammu?", ofta drigin upp. Hetta er lætt at byrja at kjakast um - men hugsa um samfelag okkara, og støðuna millum hjún, sum hon er í dag. Skal tað so eiheldur vera loyvi at vera stakur? Hugsa hesir ákærarnir um, at talið av hjúnaskilnaði er alsamt vaksandi, og at fleiri og fleiri børn koma út fyri at skula velja millum mammu og pápa? Tá vilja summi vera við, at tað er betri fyri barnið at búgva hjá tveimum elskandi mammum ella tveimum trúføstum pápum. Man hevur hoyrt um samkynd líka frá teimum elstu skrivunum, sum eru funnin, so tað er als ikki nakað nýtt, at tey liva millum okkara. Nú finna tey seg bara ikki longur í, ikki at hava somu rættindi eins og onnur fólk, ið ynskja at liva saman sum hjún. Og alt gott við tí. Men hvat er tað, sum definerar hjúnalag? Sæmbart orðabókini Sprotin, er hjúnalag eitt "Løgfest samband millum mann og kvinnu". Sæmbart Bíbliuni, er hjúnalagi ein sáttmáli við Guð. Bíblian vísur eisini á, at tað, at liva sum samkyndur, er synd. Hetta fær nógv at spyrja; hví vilja samkynd yvirhøvur giftast? Sjálvandi er tað, at vera samkyndur, ikki treytað av at vera guðloysingur, men nógv vilja vera við, at samkynd áttu heldur at uppfunnið eitt nýtt og egið slagi av vígslu, fyri at sameina tey sum pør.Tó ber her eisini til at seta spurningin, hví vilja tey hinskundu giftast í kirkju, húsi Guðs, og føra fram sáttmála við Honum, sum einki samband hava við Hann? Glerlokaða glíðibreytin Heini í Skorini vísir í tíðargrein sínari á, at fólk, sum eru ósamd viðvíkjandi at geva samkyndum rættindi til at giftast, nýta eisini ofta ta "Famøsu glíðibreytina" sum grundgeving. Hesa snildu nýtti Rúni Rasmussen eisini, í áður nevnda tilmælinum, sum hann sendi løgtinginum. Tað, sum hann vísur á, í samband við myndataluni av glíðbreytini, er, at eitt uppskot kann slóða fyri eini katastrofalari ketureaktión, verður tað samtykt. Men Heini finnist at grundgevingum Rúna Rasmussens, og sigur, at "...tað er eingin logiskur samanhangur ímillum eitt separat uppskot (vígsla fyri samkynd) og eitt annað separat uppskot (polygamy)." Eisini sigur hann, at hesin hugsunarhátturin er einans við til at flyta fokus, "...tá grundgevingarnar ímóti verandi uppskoti eru so veikar, at alt møguligt annað má blandast uppí." Allarhelst vita vit um mong, sum Rúni Rasmussen, soleiðis sum Heini í Skorini vil lýsa hann; við nógvum staðfestingum og niðurstøðum, men fáum grundgevingum og einki fast grundarlag.Tað vísur seg tó, at tað eru ikki bert kirkjuligir politikkarir, sum geva ljóð frá sær. Føroyski ungdómurin er av álvara byrjaður at gera um seg - bæði á skúlum og serliga á facebook hevur íðuliga verið kjakast um hetta evnið. Ein av teimum ungu, sum ikki hevur verið bangin fyri at almennakunngjørt sínar hugsanir, er 17 ára gamli Eyðstein Zachariasen úr Streymnesi. Eyðstein er trúgvandi, og meinar, at fáa tey samkyndu rætt til borgarliga vígslu, fer tað ikki at steðga. Tað næsta verður, at fólk vilja hava fleiri menn og konir - ella hvør veit, kanska enntá giftast við systkjum sínum. Er talan ikki um frælsi? Við hesum meinar Eyðstein, samt mong onnur, trúgvandi sum guðloysingar, at hjúnabandi missir virðið. Hóast hugtakið um glíðibreytina oftast verður lýst neiliga, og Heini í Skorini sjálvur týðiliga ikki dámar hugsanina um hana, varpar hann eisini ljós á ta góðu glíðibreytina. Hann gevur henni heiðurmikið umdømi í søguligum høpi; uttan hana, hevði Upplýsingartíðin í 17.- og 18. øld ikki eydnast, og londini á okkara leiðum høvdu ikki verið so mikið framkomin, sum tey eru í dag. Men ein glíðibreyt er glerlokað, og flytir seg bert omaneftir. Ferðin er ókend. Hvussu kunnu vit tryggja okkum, hvørjar fylgir ein slík avgerð fer at hava? At broyta nakað so grundleggjandi sum "mammu og babba"-hugtakið? Niðurstøðan er tann, at tað ber als ikki til at spáa, av tí at hetta er so nýtt fyri allan heimin. Heini í Skorini meinar, at vit eru enn ikki komin á mál. Men nær eru vit tað? Talufrælsi! - men í ein vissan mun Sum úrslit av hesari góðu glíðibreytuni, hava mannarættindini við tíðini sigra meir og meir, og eru vorðin eyðkennis høvuðsmál fyri flestu londini - í hvussu so er í vesturheiminum. Við hesum, hevur serliga talufrælsið gjørt um seg í seinastu tíðini. Bara eg nevni "París", veit eg, at "Charlie Hebdo", "Bataclan" og "terrorisma" rennur tær kalt eftir rygginum. Vit fara longur aftur í tíðina, og venda okkum burtur frá revolvara-skotum og ræðuleikum, til flaksandi ælabogafløgg og skeggafrúur; nevniliga, Eurovision 2014. Tað var tá, fjøldin flaggaði og fagnaðist; ikki fyri tjóð sínari, men fyri seksualitetinum. Tað var tá, fjøldin "boo-aði" fyri óseku, russisku sangfuglunum, og klappaðu fyri skeggadamuni í tí langa, reyða kjólanum. Sjálvandi er tað gott, at tey samkyndu ikki longur noyðast at pínast fyri livihátt teirra. Øll menniskju eru ymisk, og menniskja trívist best, er tað viðurkent, so sum tað ynskir at vera. Og við mannarættindum og talufrælsi okkara, vilja vit eisini varpa ljós á, at øll hava rætt til, at hava sína meining. Rákið hjá LGBT sigur "Ja til kærleikan! Loyvið fjølbroytni!". Men hvør kann definera kærleikan, seta mark, tá treytin er, at man skal rúma øllum? Og loyvir man veruliga fjølbroytni, um man samstundis spottar og háðar tey, sum ikki eru samd? Fjøldin hevur yvirlutan. Fjøldin ræður. Sum nevnt áður, var 24. novembur dagurin, tá fyrsta viðgerðin av lógarpakkanum um at broyta hjúnabandslógina fram, til tess at loyva samkyndum at ganga í borgarliga vígslu. Enn verður vantandi drúgt tíð, áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd, men til ber at staðfesta, at stórar broytingar liggja fyri framman fyri okkara oyggjasamfelag. Hatta er ikki maður mín Stuttsøgan "Hatta er ikki maður mín" er úr einum savni frá 1995. Hon er skrivað av Naja Marie Aidt, og umsett til føroyskt av Oddfríði Marna Rasmussen. Naja Marie Aidt var fødd í 1963 í Grønlandi, og hon hevur vunnið fleiri heiðurslønir. Tá hon var 7 ár, fluttu hon og familjan til Danmarkar at búgva, har foreldrini blivu skild. Hon fekk sítt fyrsta barn, tá hon var 18 ára gomul. Tá hon gjørdist 25, byrjaði hon at gera meira burturúr at skriva, og savni "Tilgang" har søgan er í, kom út, tá hon var í 30'unum. Í savninum eru 16 stuttsøgur, sum viðgera dagligdagsstøður og relatiónir millum menniskju.Hendan stuttsøgan er um eina konu og ein mann, sum sita og drekka rúsdrekka á einum vertshúsi. Konan varnast brádliga, at henni ikki dámar mannin og velur at fara heim í song. Hon vaknar við, at sami maðurin, sum hon tosaði við á vertshúsinum, kemur inn í hennara íbúð. Hon verður ill og biðjur hann fara. Maðurin skilur ikki, hví hon er ill, og grulvar yvir til sofuna, har hann sovnar. Morgunin eftir er hon enn ill. Hon bankar hann, meðan hon biðjur hann fara avstað. Hann verður illur og roynur at forklára henni, at hann er maður hennara, og at hann eisini býr í íbúðini. Hann vísur henni giftis ringarnar, sum bæði hava. Hon sær ringin, men veit ikki, hvussu ringurin er komin har, tí hatta var ikki hennara maður.Søgan fer fram á einum vertshúsið og í íbúðini hjá hjúninum. Hon gongur fyri seg frá klokkan 04 um náttina (regla 7) til uml. 11:30 morgunin eftir (regla 45), sum eru 7,5 tímar. Hon kundi verið býtt í fýra partar, eftir hvar tey eru og hvat fer fram millum tey. Fyrsti partur kundi verið á vertshúsinum, og tá hon fer heim, annar partur tá maðurin kemur heim, triðji partur næsta morgunin, og síðsti parturin, tá hon sær á ringunum, at tey eru gift.Søgan er fortald í 1. Persóni, innara sjónarhorn. Tað síggja vit longu í fyrstu reglu, har hon sigur "Í somu løtu skilji eg, at mær dámar hann ikki". Vit hoyra søguna gjøgnum eyguni á konuni. Tað, at søgan er skrivað í nútíð, medlit, og at hendingarnar fara fram í tíðarrøð, ger tað lættari at liva seg inní søguna, og hon verður meira spennandi. Søgan byrjar 'en medias res'. Tað fyrsta, vit hoyra, er at eini hjún, ið sita á einum vertshúsið, steðga at tosa við hvønn annan. Vit fáa einki at vita um, hvørji tey eru áðrenn hendingina. Jukeboksir vóru serliga nógv frammi í 60unum, men hjúni bleiv gift í 1986, so søgan má ganga fyri seg eftir tað. Vit fáa ikki so nógv at vita, sum vísur á eitt tíðarskeið, men søgan kundi gingið fyri seg í 90unum, tá hon kom út, tí tá vaks talið av hjúnarskilnaðum. Konan koyrur sigarettirnar í taskuna. Hon kann hava roykt inni á vertshúsinum. Um hon hevur tað, so gongur søgan fyri seg áðrenn 2007, tá tað bleiv banna at roykja inni á almennum støðum. Annars er søgan ógvuliga tíðarleys og viðgerð eitt hjúnarband. Sambandi teirra millum kundi gingið fyri seg næstan nær og hvar sum helst. Í tekstinum er nógv teknseting, og orðini eru negativt lødd. Vit hoyra søguna gjøgnum konuna, sum hugsar neiliga. Orðini eru løtt at skilja, men myndamálið er eitt sindur trupult. Málið kundi verið gerandisligt talumál millum fólk, sum eru ill í sær. Huglagið er eitt sindur ironiskt. Tá ein lesur søguna, er tað í fyrstuni trupult at skilja hvat fer fram. Ofta heldur ein við høvuðspersóninum, tað ger ein eisini í hesi søguni, men bara til endan av søguni, tá skilur ein, at maðurin má vera maður hennara, og at hann tískil hevur rætt og ikki hon. Persónarnir, ið vit møta eru ein kona og ein maður. Konan fer ógvuliga illa við manninum og er órímulig mótvegis honum. Hon sparkar hann og roynur at hála hann út. Hon sigur, at hon kundi havt dripi hann. Hon skríggjar eftir honum og grætur. Dagin eftir bukar hon hann og oysir eina spann av vatnið á hann. Vit síggja hana bara í einari støðu, men atbururin hjá henni kundi heilt víst peika á, at hon kundi verði sálarliga sjúk. Í reglu 14, eftir at hon er farin, tí hon ikki orkar hann meira, sigur hon "Hetta hevur verið ein sovorðin langur vetur", sum er myndamál. Tað vita vit, tí at tað verður ljóst klokkan 04 í søguni, sum fortelur, at tað er summartíð. Við langa vetrinum, sipar hon nokk til teirra forhold ella eina trupla tíð, sum hon hevur verið ígjøgnum. Konan kundi eisini havt rúsdrekka trupulleikar, hon er ikki farin til arbeiðis, og tað er ikki so smart hjá teimum at drekka so illa, dagin áðrenn hon skal arbeiða. Í reglu 15 og 16 sigur hon, "...so nógvir eru farnir niðurum í teirri vón, at heimurin fór at sýnast ljósari." Tað er myndamál og sipar eisini til, hon drekkur fyri at alt skal verða betur. Maðurin, sum eitur Hendrik, verður lýstur ógvuliga neiliga av konuni. Um bara verður hugt eftir hansara gerðum, so uppførir hann seg fínt. Hann verður illur, tá hon ætlar sær avstað, og verður eitt sindur irriteraður næsta dagin, tá hann skilur, at hon veruliga meinar tað og tá nýtur hann ljót orð, men hann hevur ikki eins óhóskandi atburð, sum hon. Konan og maðurin vóru gift í 1986. Tá maðurin kemur heim leggur hann seg beint i sofuna at sova, sum var einki hent, so tað tykist, sum hann hevur sovið har fyrr, og at tey hava havt onkrar trupulleikar fyrr. Eg spurdi einaferð leiðaran hjá mær og konuna, sum eru eini fyrimyndarlig hjún, hvat tað týdningarmesta var í einum hjúnarbandið. Tey søgdu, at tað var ógvuliga týdningarmikið at blíva við at virða hvønn annan. Fólkini í hesi søguni virða ikki hvønn annan. Konan vil ikki vera saman við manninum, hon heldur at alt, sum hann ger og er, er galið, og at hann er trupulleikin. Hon heldur, at hon kann fara við honum, sum hon vil og misnýta hann.Maðurin vísur ikki interessu fyri kenslunum og atburinum hjá konuni. Hann lurtar ikki eftir henni og tekur hana ikki seriøst, hann skemtar, tá hon er ill, men hann kallar hana eisini eina mer og biðjur hana taka seg saman. Hann dugur ógvuliga illa at spegla hennara kenslur. Tey duga heldur ikki at seta hjúnarfelagan framum seg, ella at seta seg inn í støðuna hjá hinum, men irriterast bara inná hvønn annan t.d. tá hann bara flýtir seingjarklæðini, hugsar hon "...hann rotar i seingjarklæðunum a ein gruiliga andstyggiligan hatt." Teirra forhold kundi verið atvoldin til, at hon er blivin sjúk. Grundin til, at hon ikki kennir mannin, kann vera, at hann er broyttur. Hon vil í hvussu er ikki vera saman við honum av onkrari orsøk og fornoktar veruleikan, tí sjálvt tá hon sær ringin, navnið og hann, sigur hon at hatta ikki er maður hennara. Tað sigst, at forelskilsi varðar í hægst trý ár, og tá man er forelskaður, sær man ikki persónin, sum hann er. Tað kann vera, at tey eru gift meðan tey hava verið forelskaði, og tá forelskilsi er liðugt og hon sær klárt, er hon brádliga gift við onkrum, uttan at vita, hvat hon hevur gjørt og er farin inn í. Tí sum myndamálið í søguni sigur "...Ein gullringur situr skrúvaður niður í kjøtið". Tá man verður giftur gevur man eitt lyfti um at vera saman restina av lívinum. Konan fatar tó ikki, at tey eru gift. Hon niðurbrýtur teirra forhold og vil ikki vera saman við honum, sum passar væl til tíðarskeiði, sum søgan er skrivað í. Tema í stuttsøguni er hjúnaband og rákið er realisma, tí søgan er veruleikakend. Rithøvundurin fekk sítt fyrsta barn, sum 18 ára gomul. Tey fingu trý børn og gjørdu alt fyri, at ikki gera tað sama sum foreldur hennara høvdu gjørt, sum blivu skild. Tað eydnaðist tíverri ikki, og tað var hon ógvuliga kedd av. Skildsmissa hevur verið eitt evni, sum hon hevur hugsað nógv um, og hon hevur skrivað nógv um skildsmissu. Tað er eitt relevant evni, tá so nógv skiljast. Tað er keðiligt at hjúnarbandi ikki longur er ein stovnur sum er varandi. Fólk tykjast ofta at gloyma at lyfti eisini er galdandi í teimum ringu tíðunum, og tá tey ikki elska hvønn annan. Kelda: http://www.forfatterweb.dk/oversigt/aidt-naja-marie/zaidt02 Hurrá fyri glíðibreytini Skrásett parlag fyri tvey av sama kyni er eitt tað heitasta og mest aktuella evni bæði í Føroyum og í heimshøpi; talan er um eitt evni, sum av álvara fær føroyingar at gera vart við sína hugsan. Hjúnabandslógin ímyndar meira enn bert væntandi rættindi hjá einum minniluta; hon er vorðin ein ímynd av uppgerðini við tað konservativa og snævurskygda føroyska samfelagið. Í januar 2014 útgav Sosialurin eina tíðargrein við navninum "Hurrá fyri glíðibreytini", ið varð skrivað av Heina í Skorini. Tíðargreinin er ein roynd at fáa føroyingar at skilja, at eisini samkynd eiga at hava atgongd til tey rættindi og tær skyldur, sum hjúnabandið veitur. Í tíðargreinini viðger Heini eitt tilmælið, sum Rúni Rasmussen sendi løgtingslimum viðvíkjandi uppskoti um at broyta hjúnabandslógina. Rúni meinar, at ein broyting í hjúnabandslógini ørkymlar fatatnina av hjúnabandinum sum instutitión og heitir á løgtingslimir um at stuðla og verja hesa instutitión. Sambært Heina snýr meginparturin av tekstinum hjá Rúna seg um, hvussu gagniligt og uppbyggjandi hjúnabandið er, men verður hjúnabandið minni gagniligt og uppbyggjandi, um samkynd sleppa uppí? Ávirkar tað hjúnabandið hjá hinskyndum, um tvey av sama kyni fara á kommunukontórið at fáa pappír uppá hvønn annan? Fólk hava sjálvsagt rætt til persónligar áskoðanir viðvíkandi hjúnabandinum; um hjúnaband millum samkynd er moralskt rætt ella skeivt, men vit liva í einum fólkaræðisligum samfelagi, har ein og hvør hevur grundleggjandi rættindi, sum eiga at verða vird. Samfelagið má ikki virka móti hesum rættindum, uttan at tað beinleiðis skaðar nakran annan. Rættindi hjá samkyndum kann ikki við skilvísi sigast at gera seg inn á rættindi hjá øðrum borgarum, tískil er talan um eina lóggávu, sum einans viðkemur teimum samkyndu. Hvussu ber tað so til, at føroyska samfelagið enn ikki hevur givið samkyndum atgongd til tey rættindi, sum hjúnabandið veitur? Átrúnaður í politiska rúminum Ein av høvuðsorsøkunum er tann, at átrúnaður fyllir ómetaliga nógv í føroyska politiska rúminum. Ongastaðni í Vesturheiminum verður Bíblian nýtt á sama hátt sum her heima - tingmenn standa á landsins røðarapalli, rópa hart um Gud og bera fram gamaltestamentligar reglur. Nøkur vilja vera við, at tað ikki ber til at skilja sundir átrúnað og politikk, tí politikkur byggir á virðir og lóggávan endurspeglar eina moralska fatan, men sum Heini nevnir í tíðargreinini: "Religión er nú einaferð tað, sum fólk gera hana til." - r. 48 Um eitt samfelag byggir á ein ávísan átrúnað, hava allir borgarar ikki neutralar karmar, og harvið verða rættindini hjá minnilutum - í hesum førið samkyndum - ikki vard. Harafturat er átrúnaður og politikkur tvey so ólík fyribrygdi í tilveruni. Politikkur er eitt alment fyribrygdi, meðan átrúnaður hevur við tað privata og persónliga; talan er so statt um tvey øki við hvør sínari uppgávu, og tí meini eg, at hesi fyribrygdi eiga at verða sundurskild. Sonevnda glíðibreytin Í tíðargreinini vísir Heini eisini á ta sovnevndu glíðibreytina, sum sambært Rúna førir til, at fólk fara at hava fleiri hjúnafelagir samstundis, og at systkin fara at giftast. Hetta stendur hann fast uppá uttan á nakran hátt at vísa á dømi um, at tað er hent nakrastaðni, har samkynd hava havt henda lógliga rætt í áravís. Heini afturvísur allan glíðibreytaróttan og grundgevur við, at "glíðibreytar-logikkurin kann í roynd og veru brúkast móti einum og hvørjum politiskum sjónarmiði. (...) Tað er eingin logiskur samanhangur millum eitt separat uppskot og eitt annað separat uppskot" - r. 116, 138 Hesum gevi eg Heina fullkomliga rætt í; tað ber ikki til at fella eitt uppskot grundað á ræðumyndir, sum verða manaðar fram. Harafturat havi eg torført við at skilja, hví tað er ein glíðibreyt, at ein minniluti av borgarum fær somu borgarligu rættindi sum onnur. Heini nevnir eisini slóðarar sum Rosseau, Voltaire, Locke og Spinoza, sum við glíðibreytini hava verið við til at skapa ein rættvísari heim. Eisini hugleiður hann um stórar, søguligar hendingar, so sum tá kvinnur fingu valrætt og tey littu fingu somu borgarligu rættindini sum hini. Eisini tá bleiv spurt, hvat tað næsta verður? At tey sleppa at ganga í okkara skúlum og kirkjum og koyra í okkara bussum? Tíbetur eru hesi fyribrygdi broytt í dag, og nú er tað óhugsandi at vit skuldi vent aftur til tað, sum var. Sæð í einum søguligum ljósi eiga vit tí, sambært Heina, at rópa hurrá fyri glíðibreytini. Eru børn ein fortreyt fyri hjúnabandinum? Summi vilja vera við, at hjúnaband snýr seg um at fáa og uppala børn og harvið føra ættarliðið víðari; børn eru eitt úrslit av nøring, sum einans er gjørligt fyri tvey av hvør sínum kyni, men hvat so við fólki, ið giftast á edri árum? Hóast tað er eygsjónligt fyri ein og hvønn, at parlagið teirra millum er ófruktbart av nátturuligum orsøkum, hava tey atgongd til hjúnabandið; førleikin og viljin hjá hinskyndum at nørast hevur so statt ikki týdning fyri rættin til hjúnaband. Av somu orsøk, meti eg ikki, at manglandi førleikin hjá samkyndum at nørast, er ein skilvís grundgeving fyri at sýta teimum rættin til hjúnaband. Broytið hjúnabandslógina Samfelagið broytist skjótt í okkara tíð. Virðir og normar, sum fyri fáum árum sýndist natúrligir, kunnu í dag sýnast fullkomliga burturvið - og eisini øvugt. Í dag hava øll Norðurlond og eisini fleiri statir í USA gingið teimum samkyndu á møti; globaliseringin herðir trýstið á konservativu, føroysku mentanina og tíðin er komin at taka til umhugsnar, hvønn týdning siðbundnu normarnir og virðini skulu hava í nýggjari tíð; lóggávan eigur at endurspegla nútíðina og tann veruleikan, sum vit liva í. Sambært eini kanning hjá Gallup, taka heili 68% av øllum føroyingum í dag undir við, at samkynd skulu hava atgongd til tey rættindi, sum hjúnabandið veitur - eitt tal, sum er nógv hækkað innan stutta tíð. Tey flestu eru allarhelst før fyri at síggja, at hetta ikki hevur ført til stórskaðiligar glíðibreytir og ketureaktiónir í øðrum londum, har hjúnalag millum samkynd hevur verið loyvt í áravís.