Fororð Sjey fylgjandi mánamorgnar í november og desember mánað í 2016 var eitt fast innslag um haru og haruskjóting í Føroyum í "Góðan Morgun Føroyar"- sendingunum hjá Kringvarpinum. Fyrst var ein tekstur um føroysku haruna ella haruskjóting í Føroyum lisin. Aftaná ringdi morgunverturin til Eyðfinn Magnussen, sum er lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum, fyri at frætta tað nýggjasta um haruveiðuna, og hvussu hon hevði hilnast. Tað eru teir sjey tekstirnir, sum vórðu lisnir upp í hesum sendingunum, sum standa í hesum heftinum. Tann fyrsti teksturin varð lisin 7. november, tann seinasti 19. desember. 4 1. Føroyska haran. Haran, sum í dag er í Føroyum, verður nevnd snjóhara (Lepus timidus). Hon varð innflutt til Føroya í 1855 og 1858 frá norska økinum "Kragerø", sum er uttarlaga í Oslofjørðinum - 4 harur hvørja ferð. Harurnar vórðu settar út í Hornabø í Havn og runnu niðan á Kirkjubøreyn. Tær vuksu skjótt í tali og vórðu síðan fluttar til hinar oyggjarnar. í dag finst haran í øllum oyggjunum í Føroyum uttan í Koltri, Stóru Dímun og Lítlu Dímun. Men ein hara er ikki bara ein hara. Tað finnast eini 30 ymisk sløg av harum runt um í heiminum. Snjóharan er eitt av hesum sløgunum. áðrenn snjóharan varð innførd til Føroyar, høvdu royndir tó verið gjørdar við at seta út danskar harur. Hesar trivust tó ikki og doyðu tí útaftur. Donsku harurnar eru av slagnum Lepus europaeus, og verður vanliga nevnd evropeiska haran, ella brúnharan. Hon livir í heitari londum og er spjadd um tað mesta av evropa, har Danmark er millum tey norðastu londini. Føroyska haran nevnist sum sagt snjóharan. Umframt í Føroyum, finst hon í Skotlandi, írlandi, Skandinavia, Finnlandi, Norðurrusslandi og Sibiria. Eisini finst ein minni harustovnur í Alpunum og á japansku oynni Hokkaido. Haran er 46-61 cm long og vigar í miðal 2,7 kg. Frambeinini eru stutt og kløn, meðan afturbeinini eru long og kraftig. Oyrasnippurin er svartur. Haran hevur stór útstandandi eygu og sær sera væl, bæði í myrkri og í dagslýsi. Oyruni eru stór og uppstandandi og haran hoyrir sera væl. Oyruni kunnu, hvør í sínum lagi, snarast í ymiskar rætningar, so haran altíð hoyrir hvat fyriferst rundan um hana. Hoyrir hon okkurt, vendir hon sær móti ljóðinum við útspílaðum oyrum og metir um vandan. Tær fyrstu harurnar, sum komu til Føroyar, vóru snjóhvítar um veturin, men longu í 1860-árunum vórðu nakrar vetrarharur sæddar, sum vóru blágráar á liti. Hesar verða eisini nevndar bláharur. Hesar vuksu skjótt í tali og trokaðu skjótt ta hvítu snjóharuna burtur. Veturin 1916-1917 varð tann seinasta snjóharan skotin. Litbroytingin, sum hendi við føroysku harunum, liggur í genunum: Royndir við snjóharu og bláharu vísa, at genið fyri tann hvíta vetrarfeldin altíð er ráðandi. Hevur tí bara ein av teimum átta uppsleptu snjóharunum havt tað víkjandi bláharuættarbregði í sær, hevur hetta genið við tíðini nørt seg í tí grýtuta føroyska umhvørvinum og trokað snjóharugenið burtur. Tí gingu bert 60 ár, so var tað hvíta snjóharuættarbregðið burtur. Haran er gnagdjór. Sagt verður, at føroyska haran etur plantur, grøs, stør, urtir og trøllakampar. Men í veruleikanum vita vit tað ikki, tí ongar vísindaligar kanningar eru gjørdar av hesum. Eisini etur hon knubbar og endaknuppar á runnum og trøum. Hetta munnu nógv teirra, sum hava rundan um húsini hava sannað, tí um veturin koma harurnar ofta oman móti húsum at leita sær føði og gnaga burtur av trøunum. Haran er virknast í skýmingini. í makingartíðini sæst ein serlig atferð hjá haruni. Tær renna hvør eftir aðrari og gera seg upp, og tá síggja vit tær eisini um dagin. Haran hevur ikki ein fastan maka, men kann para seg við fleiri ymiskum frensum gjøgnum árið. Hon gongur kviðin í einar 7 vikur. Haran leggur tríggjar ferðir um árið: Fyrsta løgan er í februar-mars, onnur í mai-juni og triðja løgan er í august-september. Tveir til tríggir ungar eru í hvørjari løgu. Kortini er sjáldan, at veðrið er so gott, at allar tríggjar løgurnar koma undan. Tá haruskjótingin er í november - desember mánað, ber ofta til at skilja í millum hesar tríggjar løgurnar við at viga harurnar. Tær yngstu harurnar, tær frá heystløguni, vigar í miðal 2 kg, tær frá summarløguni viga 2,5 kg, meðan várløgan og tær, ið eru meira enn ársgamlar, viga í miðal eini 3 kg, men tær tyngstu kunnu tó koma heilt upp ímóti fimm kilo. Hetta var eitt sindur um føroysku haruna. Næsta mánamorgun skulu vit hoyra eitt sindur um haruveiðuna í Føroyum, hvussu hon er skipað, og hvussu tíðin, har loyvt hevur verið at skjóta haru, er broytt gjøgnum árini. 5 útsjóndin á Føroyskum harum 19. mai (ovara) og 7. desember (niðara myndin) Norsk hara í vetrarbúna 6 2. Haruveiðan í Føroyum og hvussu hon er skipað Seinasta mánamorgun hoyrdu vit eitt sindur um føroysku haruna, sum upprunaliga varð innflutt til Føroya frá einum norskum øki í Oslofjørðinum, ið nevnist Kragerø. Hetta var í 1855. Harurnar vuksu skjótt í tali og vórðu síðan fluttar til hinar oyggjarnar. Nøkur ár eftir at haran var innflutt, fóru menn at skjóta harur, og hevur hetta síðani verði fastur siður í Føroyum í meir enn hálvtannaðhundrað ár. Haruveiðan í Føroyum er skipað sambært løgtingslóg nr. 128 frá 25. oktober 1988 um haruveiðu. Lógin er sera stutt; einans tvær greinar, umframt sektarmøguleikar og gildiskomu. í grein eitt verður ásett, at loyvt er at skjóta haru í tíðini 2. november til 31. desember, báðar dagar íroknaðar. Stykki tvey og trý í hesi greinini umrøða møguleikan at friða. í grein 2 verður sagt, at haruveiðan má bert fara fram í dagsljósi gerandisdagar, og loyvt er bert at nýta høglbyrsu. Annars eru ongar bindingar í lógini, og tað er sostatt frítt hjá harumonnum at skjóta í tí hagaparti, har teir antin hava fingið ella keypt sær rættindi. Vanligt er, at haruhagar verða seldir, nakað áðrenn harutíðin byrjar. Sum oftast fyri eitt ár í senn, men tað kemur eisini fyri, at hagarnir verða seldir fyri fleiri ár. Eisini er vanligt, at fjallmenn sleppa at skjóta hjá bóndanum, har teir ganga á fjalli. Veiðutíðin í dag er sum sagt loyvt at skjóta haru í Føroyum í tíðarskeiðinum 2. november til 31. desember, einar 60 dagar um árið, men soleiðis hevur ikki altíð verið. Fyrsta lógarásetingin um haruskjóting í Føroyum er frá 1881. Tá var loyvt at skjóta harur í tilsamans 136 dagar um árið: Byrjað varð longu 1. oktober, og skotið var fram til 14. februar. Hetta munnu teir hava hildið verið ov nógv, og í 1928 varð veiðitíðin tí stytt til 92 dagar, frá 1. november til 31 januar. í 1945 varð lógin aftur broytt, so skjótast kundi 60 dagar um árið, frá 1. november til 31. desember, og er hetta stórt sæð tað, sum hevur verið galdandi síðani. At veiðitíðin í 1945 varð stytt, hevur uttan iva verið fyri at verja harustovnin. Ein eldri harumaður, sum eg havi tosað við, segði mær, at hann, í sínum ungu døgum, hevði skotið harur saman við eldri monnum, sum eisini høvdu skotið í teirri tíðini, tá tað var loyvt at skjóta haru heilt fram til 31. januar. Hesir menn høvdu sagt honum, at fleiri av harunum, sum tá vórðu skotnar í januar mánað, høvdu ungar í búkinum, og at hetta skuldi vera grundin til, at veiðitíðin varð stytt til tað, sum vit kenna í dag, t.v.s. til 31. desember. Hetta er væl hugsandi, tí haran leggur sína fyrstu løgu longu í februar- mars mánað. Haran gongur kviðin í einar 7 vikur, og tí áttu allar tær kviðnu harurnar at havt fostur í sær í januar mánað. Tað er tí uttan iva rætt, sum teir gomlu harumenninir hava sagt. Sum longu sagt, so hevur tað síðani 1945 verið loyvt at skjóta haru einar 60 dagar um árið, men tað hava tó verið tíðarskeið við smærri broytingum. í 1969 kundu teir einans skjóta 30 dagar um árið, frá 3. november til 3. desember, men hetta stutta tíðarskeiðið var longu longt aftur árið eftir, tá skjótast kundi fram til 20. desember. í 1972 varð tíðarskeiðið aftur longt, so tað var frá 3. november til 31. desember, men í eini lógarbroyting, sum var gjørd í 1988, var veiðitíðin longd við einum degi, so veiðitíðin, í staðin fyri at byrja 3. november, nú skuldi byrja 2. november. Hví hetta varð gjørd, er óvist. Lógin er undirskrivað av Jógvani Durhuus, sum tá var landsstýrismaður. Sjálvur heldur Jógvan, at talan helst man hava verið um ein skrivifeil í lógartekstinum. Hetta var eitt sindur um hvussu haruveiðan er skipað í Føroyum og hvussu veiðitíðin er broytt gjøgnum árini. Næsta mánamorgun skulu vit hoyra eitt sindur um hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum og hvønn samfelagsligan týdning hetta hevur. 7 Tíðarskeiðið, har loyvt hevur verið at skjóta harur í Føroyum árini 1881 til í dag. 8 3. Haruveiðan í Føroyum - Hvussu nógv verður skotið og týdningurin av hesum Seinast hoyrdu vit eitt sindur um haruveiðuna í Føroyum, hvussu hon er skipað og hvussu veiðitíðin er broytt gjøgnum árini. í morgun skulu vit hoyra eitt sindur um, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum og hvønn týdning hetta hevur. Hara hevur verið skotin í Føroyum í eini hálvtannaðhundrað ár, men hvussu nógvar harur hava verið skotnar øll hesi árini, vita vit í veruleikanum lítið og einki um. Tá tað kemur til veiðu á sjónum; fisk og hval, so vita vit rímiliga væl, hvussu nógv er komið upp á land á hvørjum ári. Men tá tað kemur til veiðu uppi á landi, fugl og haru, so vita vit sera lítið, fyri so at siga slett einki, tí eingin føroyskur myndugleiki hevur tikið sær av hesi uppgávuni. Teir, ið skjóta haru í Føroyum, hava ikki skyldu at boða frá, hvussu nógvar harur teir hava fingið, hvussu ofta teir hava skotið ella hvussu nógvir mans hava verið við. Tí vita vit heldur ikki, hvussu nógv hara hevur verið skotin í Føroyum gjøgnum tíðina, ella hvussu stór royndin hevur verið. Fyri at bøta um hetta fór eg í 2012 undir at skráseta, hvussu nógvar harur veruliga verða skotnar í Føroyum. Innsavningin av veiðutølum varð gjørd við støði í Facebook-bólkinum "Haruskjóting í Føroyum", har harumenn sjálvbodnir boða frá, hvussu nógv teir hava skotið. úrslitið gjørdist rættuliga óvæntað, tí hetta fyrsta árið blivu ikki færri enn 5.381 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum. Men samlaða talið hevur helst verið omanfyri 7.000, tí tað var sjálvboðið at boða frá, og tí eru tað uttan iva fleiri harutøl, sum ikki vórðu fráboðað. Kanningin hevur síðani verið gjørd á hvørjum ári, og veiðutølini hava verið vaksandi, men í 2015 minkaði veiðan. í 2013 vórðu 7.756 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum. í 2014 kom talið heilt upp á 9.318 harur, sum vórðu skotnar á 1.123 harutúrum í 348 hagapørtum kring landið, men í 2015 minkaði talið aftur, og 4.012 harur vórðu skrásettar at verða skotnar í 2015. At áhugin fyri haruskjóting er stórur í Føroyum, sæst eisini aftur á talinum av monnum, sum skjóta. í 2014 varð mett, at einir 1.200 veiðumenn skutu harur í Føroyum. í 2015 var minni at fáa, og áhugin at skjóta var tí eisini minni. í 2015 varð mett, at einir 800 mans skutu harur í Føroyum. Tá vit nú hava fingið nøkur tøl um haruveiðuna, ber eisini til at gera sær nøkur roknistykki. Lat okkum taka støði í veiðuni í 2014. Hetta árið vórðu einar 9.400 harur skotnar. Um vit siga, at eini 800 gr av kjøti eru á hvørjar haru, so gevur hetta tilsamans 7.520 kg av harukjøti. Um eitt fólk etur 200 gr av kjøti til ein døgurða, so er talan um 37.600 máltíðir, ella umleið ein døgurð til hvønn føroying um árið. Siga vit, at prísurin á harukjøti er 125 kr/kg, so er samlaða virðið á harukjøtinum 940.000 kr, ella ein sløk millión krónur. Men tað eru eisini útreiðslur knýttar at haruskjótingini. Umframt at keypa hagan, skal harumaðurin eisini keypa patrónir. Onkrir harumenn hava í fleiri ár skrivað niður, hvussu nógvar patrónir teir hava brúkt . í miðal er hetta 2,5 patrónir fyri hvørja skotna haru. Um hetta er rætt, so verða 23.300 patrónir brúktar á hvørjum ári til haruskjóting. Siga vit, at hvør patrónin kostar 6 kr, so er samlaði prísurin á patrónunum 141.000 kr. Soleiðis kann man spæla sær við tølunum, men tað krevst, at tølini eru til taks, og tað eru tey nú takkað verið hjálpini frá teimum umleið 1.200 føroyskum harumonnunum, sum allan november og desember mánað ganga í teimum føroysku fjøllunum fyri at skaffa mat til restina av familjuni og hava verið so beinasamir, at lata meg fáa hesi tølini. Hetta var eitt sindur um hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum, og hvønn týdning hetta hevur. Næsta mánamorgun skulu vit hoyra eitt sindur um sølu og prísir á haruhøgunum. 9 9000 6000 3000 0 Tal av skotnum harum í Føroyum 5.318 7.756 9.318 4.012 2.950 2012 2013 2014 2015 2016 ár Tal av harum sum eru skrásettar at vera skotnar í Føroyum árini 2012 til 2016. 10 Tal av harum 4. Søla og prísir á haruhøgum Rættindini til haruskjóting í Føroyum liggur hjá teimum, ið eiga hagan. Er tað landsjørð, so hevur bóndin hendan rættin. Er talan um ognarhaga, so eru tað eigararnir av haganum, sum eisini hava rættindini til haruskjótingina. Vanligt er, at rættindini at skjóta harur verða seld, nakað áðrenn harutíðin byrjar. Ognarhagar verða sum oftast seldir á uppboðssølu, har tann sum bjóðar hægsta prísin fær hagan. Hjá bóndunum er tað ofta øðrvísi. Tá verða rættindini ofta avtalað millum bóndan, og tann, ella teir, sum ætla at skjóta í haganum. Vanligast er, at sølan ella avtalan er fyri eitt ár í senn, men hetta kann eisini gerast fyri fleiri ár. Eisini er vanligt, at fjallmenn sleppa at skjóta hjá bóndanum, har teir ganga á fjalli. Tey seinru árini er tað tó blivið meira vanligt at selja rættindini fyri ein dag í senn og til fleiri ymiskar menn. Prísurin hevur vanliga ligið um 200 til 300 kr fyri byrsuna fyri hvønn dagin. Prísirnir á haruhøgum kring landi eru rættuliga ymiskir. Summastaðni eru prísirnir, sum haruhagarnir hava verið seldir fyri, skrivaðir niður, so til ber at síggja, hvussu prísurin er broyttur gjøgnum tíðina. Ein av hesum hagapørtunum er "Sundshagi" í Sandavági. í einum 75-ára tíðarskeiði, frá 1939 til 2013, er hesin haruhagin seldur fyri millum 42 kr. og 10.500 kr. Tey fyrstu árini, fram til 1962, lág prísurin um 150-200 kr, so hækkaði prísurin, og árini 1963 til 1975 varð hagin vanliga seldur fyri einar 500 kr. Eftir hetta fór prísurin upp á einar 1.000 kr. Frá 1980-2004 var prísurin uml. 4.000 kr., men hækkaði so upp til einar 7.000- 8000 kr. Vestmanna man vera tann bygdin í Føroyum, har mest verður gingið upp í haruskjóting. í 2014 skutu vestmenningar tilsamans 1.220 harur, sum svarar til 13% av øllum harunum, sum vóru skotnar í Føroyum tað árið. í Vestmanna verða haruhagarnir seldir á uppboðssølu, sum verður hildin á Rógvugarði seinasta sunnudag í oktober mánað. Soleiðis hevur tað verið síðani 1942, tá Arni á Rógvu og aðrir tóku stig til uppboðssøluna. Øll hesi árini hevur uppboðssølan verið fyriskipað av Rógvu-familjuni. í nógv ár var tað Arni á Rógvu, sum hevði uppboðssøluna. Seinni tók sonurin, Regin á Rógvu yvir og síðani 2006 hevur dóttir Regin, Eydna á Rógvu Simonsen, selt haruhagarnar. Øll hesi 70 árini, sum Rógvu-familjan hevur selt haruhagarnar, eru prísirnir og hvør hevur keypt hagan, skrivað í eina svarta lummabók, sum tey hava í varðveitslu. Tíanverri er bókin fyri árini 1942 til 1965 blivin burtur, men bókin fyri árini frá 1966 og frameftir verður framvegis nýtt. Eydna á Rógvu Simonsen hevur verið so beinasom at læna mær hesa bókina. Prísirnir á haruhøgunum í Vestmanna kunnu broytast nógv frá einum ári til annað. Góðar tíðir hava við sær, at kappingin millum hagarnar verður størri. Onkuntíð koma eisini avbygdarfólk til Vestmanna at bjóða, og so økist kappingin. í 1993 vórðu hagarnir í Vestmanna seldir fyri tilsamans 29.600 kr, men í 2005 fóru teir fyri tilsamans 145.000 kr, men fóru so niður aftur í 65.600 kr í 2008. Teir mest sermerktu prísirnir vóru í 2005, tá harumenn, við einum bankastjóra úr Havn á odda, keyptu tveir haruhagar í Vestmanna fyri tilsamans 58.000 kr: Fjallið fyri 32.000 kr, og útihagan á Bjørgum fyri 26.000 kr. í Fuglafirði hevur Kristin Poulsen skrivað prísirnar niður, sum haruhagarnar har í bygdini eru seldir fyri øll árini frá 1972 til 1995. Samanborið við nógva aðrastaðni í Føroyum, eru prísirnir á haruhøgum lágir í Fuglafirði. Miðalprísurin fyri hvønn haga øll hesi árini hevur ligið um 1.200 kr. 11 Dýrastur er Skarðhagi, sum í miðal hesi árini hevur verið seldur fyri 2.400 kr. Næstdýrastur er Gjógvaráhagi og triðdýrastur er Fjalshagi, sum í miðal hevur verið seldur fyri 1.800 kr hesi 24 árini, sum Kristin Poulsen hevur skriva prísirnar niður. Kristin Poulsen hevur verið so beinasamur at geva mær hesi tølini. Tá eg hevði fingið tølini frá Kristini, og sat við telduna og skrivaði tey inn í eitt rokniark, vísti tað seg, at prísurin fyri "Gjógvaráhaga" tað eina árið var nógvar ferðir hægri enn vanligt. Vanliga varð hesin hagin seldur fyri einar 2-3.000 kr, men brádliga tað eina árið var prísurin heilar 9.200 kr. Eg helt fyrst, at hetta mundi vera ein skrivifeilur, og ringdi tí til Kristin at spyrja. Men nei, hetta var ikki ein skrivifeilur, segði Kristin, hatta var prísurin, sum "Gjógvaráhagi" varð seldur fyri tað árið. Tá eg so spurdi hann, hví so var, svaraði Kristin, "at tað árið vórðu hagarnir seldir eitt leygarkvøld". Hetta segði jú alt. Ikki er altíð neyðugt við einara langari frágreiðing fyri at vita, hvussu tingini hanga saman. Síðani 1942 hava haruhagarnir í Vestmanna verið seldir á uppboðssølu tann seinasta sunnudagin í novembermánað á Rógvugarði. Her er tað Eydna á Rógvu Simonsen, sum stendur fyri uppboðsøluni og selir haruhagarnar út gjøgnum vindeyga, meðan harumennirnir spentir fylgja við; flestu teirra við hendrunum djúpt niðri í lummunum. Prísirnir á haruhøgunum í Vestmanna, og hvør ið keypt hevur, verður skrivað í hesa bókina. 12 5. Hvussu leingi livir ein hará Seinast hoyrdu vit eitt sindur um sølu av haruhøgum í Føroyum og hvat hesir verða seldir fyri. Ein spurningur sum eg, sum haruáhugaður ofta fái, er: "Hvussu leingi livir ein hará" Hendan spurningin skulu vit umrøða í morgun. Lat meg byrja við spurninginum, "Hvussu áseta vit livitíðina hjá eini harú" Ein máti, sum ofta verður nýttur, er "Miðallivitíð" ella "Hægsti aldur", men hesi tølini siga í veruleikanum sera lítið um, hvussu langa livitíð ein haruungi kann vænta sær, tá hann kemur í verðina, tí deyðiligheitin er oftast størst fyrsta part av lívinum, men minkar so munandi, tá haran er fullvaksin. Tí er tað minni enn helvtin av teimum nýløgdu haruungunum, sum liva til "Miðalaldurin", og bara evarska fáir, sum nærkast "Hægsta aldrinum". Hetta er ikki bara galdandi fyri harur, men er vanligt fyri smá dýr, serliga hjá teimum, ið fáa nógvar ungar. Tá lívfrøðingar skulu staðfesta, hvussu leingi dýr liva, verður hetta oftast gjørt við at fylgja lívsgongdini hjá einum heilum árgangi av dýrum. Eitt merki verður sett á dýrini, stutt eftir at tey eru komin í verðina, og so verður fylgt við, hvussu leingi hvørt einstakt dýr livir, og hvussu talið av dýrum í árganginum so líðandi minkar, líka til tað seinast dýrið er deytt. Við støði í hesum úrslitunum, ber so til at gera útrokningar um livitíðina, og hvussu livilíkindini broytast við tíðini, bæði gjøgnum árið og frá einum ári til annað. Um okkara leiðir er haran best kannað í Skotlandi. Har vísa kanningar av haruungum, at longu eftir einum ári, var meginparturin av ungunum deyður. Hetta sást eisini aftur, tá skotið varð, tí einans 23 % av teimum skotnu harunum, vóru eldri enn 16 mánar. Kanningar í Svøríki vísa, at í miðal eru tað bara 20 % av teimum nýløgdu haruungunum, sum eru á lívi várið eftir. Fellið er eisini tengd at, hvussu nógv rovdjór eru í økinum. Svensku kanningarnar vístu, at tá fá rovdjór vóru í økinum, vóru tað 42 % av teimum vaksnu harunum, sum yvirlivdu vetrarnar, men tá talið av rovdjórum øktist, vaks eisini deyðiligheitin hjá harunum. í miðal vóru tað einans 19 % av teimum vaksnu harunum, sum yvirlivdu vetrarnar, tá nógv rovdjór vóru í økinum. At fellið er stórt fyrsta part av lívinum ger, at miðalaldurin í stovninum ikki verður serliga høgur. Ein kanning av einum harustovni í Japan vísti, at har var miðalaldurin á harunum einans 0,83 ár. Soleiðis man tað uttan iva vera við harum nógva aðrastaðni, eisini harunum í Føroyum. Men hvussu leingi livir so ein føroysk hará Hendan spurningin kunna vit ikki svara við vissu, tí ongar aldurskanningar eru gjørdar av føroysku haruni. Men hóast aldurskanningar ikki eru gjørdar, so kunnu vit, vit at brúka vit og skil, gera okkum eina leysliga meting av av hesum. Hetta kunna vit gera við støði í, hvussu nógvar ungar ein løða (hon-hara) leggur um árið, tí sæð yvir fleiri ár, so er harustovnurin støðugur. Hetta merkir, at um bara ein av teimum løgdu hon- haruungunum yvirlivir, og sjálv fær ungar, so kann hendan yvirtaka plássið hjá mammuni, og stovnsstøddin fer óbroytt til næsta ættarlið. Um tveir av teimum løgdu hon-ungunum yvirliva, so tvífaldast stovnurin og um tað í miðal er minni enn ein hon-ungi, sum yvirlivir, so minkar stovnurin. Hetta er jú ein rættuliga einfaldur máti, men hann gevur okkum eina góða ábending um livitíðina, og kann eisini brúkast til onnur dýr, fyri at staðfesta hvussu leingi tey liva í miðal. Lat okkum nýta hendan útrokningarháttin til føroysku haruna. Haran leggur tríggja ferðir um árið, tveir til tríggjar ungar í hvørjari løgu. Siga vit, at hon fær 7 ungar um árið, so fær hon í miðal 31/2 hon-ungar. Býta vit 12 mánar við 31/2 , so koma vit fram til, at miðallivitíðin hjá einari haru einans er 3 til 4 mánar. Fyri nøkrum árum síðani arbeiddi eg sjálvur við føroyskum gráspurvum, og kannaði millum millum annað, hvussu leingi teir liva. Eg skal tí til stuttleikar nýta henda útrokningarháttin at meta um, hvussu gamal ein føroyskur gráspurvur verður. Gráspurvin, eins og haran, fær ungar tríggjar ferðir um árið; 2 - 5 ungar í hvørjari urpt. í miðal fær hvør bøga 6,3 ungar um árið. Siga vit, at helvtin av 13 ungunum eru bøgur, so býta vit 3,15 upp í 12 mánar, so fáa vit, at føroyskir gráspurvar í miðal einans liva í 3,8 mánar. Hetta er ikki serliga leingi, men samsvarar væl við úrslitini, sum vit komu fram til við merkiroyndum, har Jens-Kjeld Jensen setti ringar við tølum á um beinini á gráspurvaungum, stutt áðrenn teir vórðu floygdir. Tá hetta er gjørt, ber til at fylgja hvørjum einstøkum gráspurvi gjøgnum lívið, líka til hann doyr. Tá kann ringurin avlesast, og til ber at staðfesta, hvussu leingi gráspurvin livdi. Okkara kanningar vístu, at longu tá 4 mánaðir vóru frálidnir, vóru helvtin av teimum nýfloygdu gráspurvungunum deyðir, og at 25% av teimum vóru longu deyðir, áðrenn ein mánaður var liðin. Tá 16 mánaðir vóru frálidnir, vóru 75% av gráspurvunum deyðir. Sum fyrr nevnt, so er fellið hjá smáum dýrum størst fyrsta part av lívinum, men minkar so munandi, tá dýrini eru fullvaksin. Hetta er eisini galdandi fyri gráspurvar. Hóast helvtin av ungunum einans untust at liva í fýra mánaðir, so gekk betur há teimum vaksnu, tí í miðal livir føroyski gráspurvurin í 16 mánaðir. Tann elsti gráspurvurin, sum vit vita um í Føroyum, gjørdist næstan 10 ára gamal. Hetta dømi vísir okkum, at vit skulu vera eitt sindur varin við at nýta miðallivitíð og hægsta aldur, tá vit skulu meta um livitíðina hjá dýrum. Hetta er eisini galdandi fyri fyri føroysku harurnar, har helst minni enn helvtin av teimum nýløgdu haruungunum gerast eitt ára gamlir, og uppaftur færri kunna hátíðarhalda sín tvey ára føðingardag. Eg byrjaði við at siga at fyri neyvt at kanna livitíðina hjá haru, mugu vit merkja haruungar, tá hesir verða lagdir, og so fylgja teimum til teir doyggja. Eg havi hoyrt um, at menn í Føroyum til stuttleika hava markað ella merkt harur, men eg kenn einki til úrslitini frá hesum merkingunum. So er tað onkur, sum veit um tílíkar merkiroyndir, og um hvussu gamlar harurnar gjørdust, frætti eg fegin. Til ber at skriva til mín, ella at ringja til Fróðskaparsetrið. Tá menn koma aftur av haruveiðu, og dagsins fongur liggur á gólvinum, meta teir ofta um veiðuna. Tá ber eisini til at staðfesta, umleið hvussu gamlar tær skotnu harurnar eru. Hetta kann gerast við at føla á fótliðinum á frambeinunum á haruni (sí myndin niðanfyri) Hetta var eitt sindur um hvussu leingi ein hara livir. Næsta mánamorgun skulu vit viðgera evnið "Um ov nógv verður skotið av haru í Føroyum" Tað ber til at staðfesta aldurin á eini haru við at føla á fótliðinum á frambeinunum á haruni. Tá haran er heilt ung, er ein knykil (ella runnur) framman á albogalegginum ímóti fótliðinum (reyðu pílarnir). Knyklin minkar, sum haran eldist og gert alt spískari sum frálíður, og roknast kann við at hann er heilt burtur, tá haran er umleið átta mánaðir gomul. Tá er albogaleggurin heilt slættur at nema við. út frá hesum ber til at staðfesta, um haran er: - Eldri enn 8 mánar: Tær gomlu harurnar frá árinum fyri, og tær frá fyrstu løguni, sum er í februar - mars, hava ongan knykil. - 5 til 8 mánar: Tær frá aðru løguni, sum er í mai - juni, hava ein spískan knykil. - Yngri enn 5 mánar: Tær yngstu harurnar, tær frá triðju løguni, sum er í august - september, hava ein stóran rundan knykil. 14 6. Verður ov nógv skotið? Seinasta mánamorgun hoyrdu vit eitt sindur um, hvussu leingi ein hara livir. í morgun skulu vit viðgera evnið, um ov nógv verður skotið av haru í Føroyum. Síðani eg í 2012 fór undir at skráseta, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum, eru tað summi, sum siga, at kapping nú er komin í haruskjótingina, og at hetta fer at ganga út yvir tann Føroyska harustovnin. Eg haldi tó ikki, at hetta enn er vorðið ein trupulleiki. Høvuðsmunurin millum "fyrr" og "nú" er tann, at fyrr vistu vit ikki, hvussu nógvar harur vórðu skotnar í Føroyum, men tað vita vit nú. Vit kunna í dag skjóta harur í Føroyum einar 50 dagar um árið, sunnu- og halgidagar frároknaðar; frá 2. november til 31. desember, men nógvar av teimum harunum, sum ikki verða skotnar í harutíðini doyggja tó helst kortini, antin av svongd, sjúku ella av kulda, tað sum eftir er av vetrinum. Hetta veldst tó altíð um, hvussu vetrarveðrið skikkar sær. Er veturin mildur, yvirliva nógvar harur, men er veturin hinvegin harður, við nógvum og liggjandi kava, so doyggja nógvar harur, antin av svongd ella av kulda, Ein eldri harumaður í eini lítlari føroyskari bygd segði mær, at eitt árið hevði hann skotið tilsamans 50 harur í einum haga har í bygdini. Hetta var miðskeiðis í 1980'unum. Hann varð átalaður fyri hetta, tí tey hildu, at hann hevði skotið í so nógvar, og at hann tí kanska hevði oytt harustovnin í haganum. Maðurin gjørdist illa við, og fór hann tí eftir hesa ábreiðsluna at telja, hvussu nógvar deyðar harur hann fann í bønum og rundan um húsini. Tað vísti seg, at í tíðarskeiðinum frá fyrst í januar til hálvan mars mánað tað árið, taldi hann tilsamans 30 harur, sum lógu deyðar og sløddust rundan um húsin. Talið av "sjálvdeyðum" harum var sostatt 2/3 av tí, sum hesin maðurin hevði skotið í haganum tað árið. Tað er tí ikki bara skjótingin, sum minkar um harustovnin. Náttúrukreftirnar gera sanniliga eisini um seg, tí hendan søgan er ikki nakað eindømi. Ringar kavavetrar eru tað sostatt nógvar av teimum harunum, sum yvirliva haruskjótingina í november og desember mánað, men sum ikki yvirliva veturin. Hetta vil sjálvsagt gang út yvir harustovnin, men eru umstøðurnar til vildar, so er hara før fyri at nøra seg skjótt aftur, tí hon leggur heilar tríggjar ferðir um árið; tveir til tríggir ungar í hvørjari løgu. Lat okkum tí gera eitt lítið roknistykkið, sum vísir, hvussu skjótt haran kann nørast: Siga vit, at tá veiðitíðin byrjar (2. november) eru 20.000 harur í Føroyum. Um helvtin verður skotin, so eru 10.000 harur eftir fyrsta januar: 5.000 frensar og 5.000 løður (tað eru hon-harurnar). Um hvør av hesum løðunum fær 7 ungar gjøgnum árið, so verður hetta 35.000 ungar tilsaman. Tær 10.000 harurnar, sum vóru eftir 1. januar, eru nú vorðnar til 45.000 harur. í roknistykkinum ganga vit út frá, at allar tær vaksnu harurnar, sum vóru til tann 1. januar, yvirliva, og at allir teir løgdu ungarnir eisini yvirliva. Hetta er sjálvsagt ikki so, tí fleiri av teimum gomlu harunum doyggja gjøgnum veturin, sum eg longu havi greitt frá, og fáa tí heldur ongar ungar. Allir ungarnir, sum verða lagdir, yvirliva heldur ikki. Fleiri verða tiknir av fugli og kanska eisini av rottu og kettu. Alt hetta ger, at vit tí ikki hava 45.000 harur, tá veiðitíðin byrjar aftur 2. november, men kanska bara einar 20.000. Allar hinar umleið 25.000 harurnar, bæði vaksnar og ungar, doyggja av náttúruávum, í tíðarskeiðinum frá januar til november. Nú er tað helst onkur sum spyr, hvussu eg kann vita, at einans 20.000 harur eru eftir, tá harutíðin byrjar? Hetta veit eg sjálvsagt ikki við vissu, og tað er eisini munur á, frá einum ári til annað, men sæð yvir fleiri ár, er tann samlaði føroyski harustovnurin støðugur, og eftir míni varisligu meting, einar 20.000 harur tilsamans. 15 STOVNSRØKT Men hvussu er so røktin av føroyska harustovninum. Sum við so nógvum øðrum, sum hevur við føroysku náttúruna at gera, so passar haran seg sjálva, og eingin myndugleiki fylgir við, hvussu nógv verður skotið, ella hvussu føroyski harustovnurin hevur tað. Fyri at hava eina skilagóða stovnsrøkt, eru tvær aðalreglur eru galdandi: Tann fyrra er, at vit vita, hvussu nógv verður tikið burtur úr stovninum. Hin er, at vit vita, hvussu stórur stovnurin er. Við støði í teimum kanningunum, sum eg havi gjørt hesi seinastu 5 árini, vita vit nú, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum á hvørjum ári, og vit hava eisini eina hóming av, hvussu stórur tann føroyski harustovnurin er. Verður henda kanningin eisini gjørd í framtíðini, ber til at fylgja við gongdini. Um royndin verður ov stór, fer hetta eisini at síggjast aftur í harustovninum og í talinum av harum, sum verða skotnar, tí talið fer tá at minka. Um samlaða talið av skotnum harum minkar fleiri ár á rað, er hetta tekin um, at veiðan hevur verið ov stór, og so er neyðugt at avmarka veiðuna. Hetta kann gerast upp á fleiri mátar, t.d.: Stytta um veiðitíðina. Seta hámark á, hvussu nógvar byrsur eru loyvdar í hvørjum haga hvønn túrin. Eisini ber til at seta hámark fyri, hvussu nógvir túrar kunnu verða gjørdir í einum haga á hvørjum ári. Tað hevur fyrr verið vanligt í Føroyum, at mark var sett fyri, hvussu nógvar byrsur vóru loyvdar í einum haga. Hetta varð upplýst, tá hagarnir vórðu seldir, men eg havi tó varhugan av, at hendan avmarkingin ikki verður so nógv nýtt longur. Um eg skal taka saman um tað, sum eg havi nevnt í morgun, so haldi eg ikki, at tað í løtuni verður skotið ov nógv av haru í Føroyum. Men um tað í framtíðini fer at vísa seg, at veiðan verður ov stór, so eru fleiri møguleikar fyri at seta tiltøk í verk, sum kunna minka um veiðuna. Hetta var næstseinasta innslagið um haruskjóting í Føroyum, sum hevur verð teir seinastu seks mánamorgnarnar. Næsta mánamorgun verður seinast innslag. Tá skulu vit hoyra um, at tað bara eru menn, sum skjóta harur í Føroyum. 16 7. Haruskjóting - Ein mannfólkaítrótt burturav Vit hava nú í seks mánamorgnar viðgjørt ymisk evni, sum hava við haru og haruskjóting at gera. Tað sum eyðkennir haruskjótingina í Føroyum er, at tað so at siga bara eru menn sum skjóta. Eg havi fleiri ferðir sóknast eftir konufólkum, sum hava skotið harur í Føroyum, men fyribils eri eg bara vitandi um nakrar fáar damur, sum hava skotið harur. Ein er í Hvalvík, ein í Kvívík og so eina í Nólsoy. Onkrar aðrar hava verið við, tá menn hava skotið, men tá hava tær verið við antin sum berarar ella bara fylgst við skjúttunum. Men nú ein dagin fann eg aftur ein føroyska damu, sum skeyt harur. Hetta er ein dama, sum er kend frá útvarpinum. Sum so ofta nú á døgum, so fann eg hana á einari mynd á Fjesbókini, har hon situr so spelkin á einum steini við einar tveyskotsbyrsu í hondini; í turkislittari húgvu og í fjallastivlum. Og mín sann, um hon ikki hevur tvær harur liggjandi við síðuna av sær, sum hon allarhelst eisini sjálv hevur skotið. Jú, sanniliga finnast tað føroyskar harudamur, eisini nú á døgum, hóast tað er langt í millum tær. Men menninar kunnu tær als ikki samanberast við, tí á hvørjum ári eru teir einir 1.000- 1.200, sum skjóta harur í Føroyum. Eg havi sum sagt ofta sóknast eftir konufólki, sum hava skotið harur í Føroyum. Fyri einum tveimum árum síðani ringdi ein eldri kona til mín og fortaldi, at mamma hennara sum ung plagdi at skjóta harur saman við manninum. "Tað eina árið fekk hon tvær harur í einum skoti" fortaldi hendan konan mær, "men hetta hevur verið áðrenn 1916, tí hetta árið fekk mamma hennara sítt fyrsta barn, og tá gavst hon at skjóta harur" segði hendan konan mær. Men hví eru tað so at siga bar menn, sum skjóta harur í Føroyum? Hetta hevur helst fyrst og fremst við aldargamla siðvenju at gera: Tað er maðurin í húsinum , sum syrgir fyri, at maturin kemur í húsið. Vit kenna hetta frá grindadrápi, har tað næstan bara eru menn, sum eru við í drápinum. Vit kenna tað frá fjallgongu, har tað næstan bara eru menn, sum ganga á fjall, og vit kenna tað frá fiskiskapi, har tað næstan bara eru menn, sum fara á fjørðin at fáa sær eitt kók. Tað eru eisini bara menn, sum taka havhestaungar, í øllum førum sum eg veit um. Tá tað kemur til at hagreiða matin, sum er fingin í húsið, so eru tað eisini vanliga menninir, sum taka sær av hesum. Men tá tað kemur til at matgera hendan serføroyska matin, tá taka konufólkini yvir. Hetta er í øllum førum galdandi fyri grind og alt tað, sum hevur við seyð at gera. Men tá tað kemur til harur og eisini havhestaungar, haldi eg, so eru tað menninir sum gera matin og borðreiða við hesum, sum teir sjálvir hava fingið fatur á. Hví konufólk als einki hava við harur og havestaungar at gera, hevur kanska eisini okkurt at gera við, at júst hesum báðum djórasløgunum skulu barnakonur halda seg burtur frá. Orsøkin er tann, at bæði kunnu vera fongd við sjúku: harur við sjúkuni "Toxoplasmosu", og havhestarnir við havhestasjúkuni. Hetta eru tvær sjúkur, sum báðar kunna skaða tað ófødda barnið. Toxoplasmosa er sama sjúkan, sum kettur eisini kunnu hava, og tí verður eisini mæt til, at barnakonur halda seg burtur frá kettubakkum, meðan tær eru uppá vegin. Havhestasjúkuna munnu tey flestu hava hoyrt um. Hon gjørdi rættuliga um seg í Føroyum í 1930-árunum, har nógv fólk doyðu, serliga barnakonur. Fólk blivu smittað av einari bakteriu, sum havhestaungar høvdu í sær, og tí var mælt frá, at konufólk høvdu nakað við havhestaungar at gera. Kanska er hetta grundin til, at konufólk í Føroyum kunn matgera næstan allan mat, men ikki haru og havhestaungar. At tað so at siga bara eru menn, sum skjóta harur í Føroyum, er tí kanska ein loyvd frá urinstinktinum, sum framvegis er innbygt í okkum nútíðar monnum, har tað er maðurin, sum skaffar matin, men tá hann er komin í frystiboksina, so er tað konan, sum tekur yvir. Ella, sum tað stendur í onkrum av hesum fínu donsku lærubókunum: Maðurin er "naturen", meðan konan er "kulturen". 17 í Føroyum eru tað mest menn, sum skjóta harur, men tað hendir seg eisini, at konufólk fara í haga við byrsu. 1. Samandráttur Hetta er triðja royndin at gera eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum. Fyrsta royndir var gjørd í 2012. í yvirlitinum eru tilsamans 9.318 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2014. út frá hesum meti eg, at samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2014, hevur verið umleið 9.400. Siga vit, at helvtin av harustovninum verður skotin á hvørjum ári, so var samlaði føroyski harustovnurin í 2014 einar 20.000 harur. Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 1.123 harutúrum, sum vórðu gingnir í 348 hagapørtum kring landið. Av samlaðu veiðuni, ið var 9.318 harur, varð helvtin skotin í 47 hagapørtum, av hesum vórðu 2.323 harur, tað er 25 %, skotnar í 16 hagapørtum. í 20 teimum bestu haruhøgunum, har flestar harur vórðu skotnar í 2014, fingu teir 2.664 harur tilsaman, sum er 29% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2014. Raskastir at skóta harur í Føroyum í 2014 vóru teir 'úti í Haga á Bjørgum' í Vestmanna. Teir fingu tilsamans 214 harur á 11 túrum. Teimum á baki komu teir í 'Norðurtriðingi, Norðaraparti' í Sørvági, við 203 harum, sum teir skutu á 14 túrum. á triðja plássi vóru teir í Neshaga, eisini í Vestmanna. Teir skutu 202 harur, sum teir fingu á 14 túrum. Verður hædd tikið fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Eftir hesi útrokning, lág best fyri í hagapartinum "Fyri Norðan" í Hvannasundi. í hesum haganum varð bara skotið tann eina dagin, har ein einsamallur maður fekk 11 harur. Næstir vóru teir á Skarðhamri í Hvannasundi, teir fingu í miðal 10,6 harur pr. byrsu pr. dag. á triðja plássi vóru teir, sum skutu í "Dúvugarðarhaga, Niðanfyri Glyvur" í Saksun, við 9,7 harum pr. byrsu pr. dag. Fyri alt landið vórðu skotnar 3,1 harur pr. byrsu hvønn dagin. í 2013 var veiðan 2,9 harur pr. byrsu hvønn dagin. Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 3.924 harur, sum er 42% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2014. í Vágum skutu teir 1.893 harur, í Eysturoynni 1.415 og á Borðoynni 840 harur. Vestmanna er, eins og í 2012 og 2013, tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2014. Tilsamans skutu vestmenningar 1.120 harur í teimum 12 haruhøgunum, sum hoyra til bygdina. Fyrsta leygardag í harutíðini vórðu skotnar tilsaman 1.703 harur í 103 høgum kring landið. Hetta er 18% av samlaðu haruveiðuni í 2014 og 7% av samlaða túratalinum. Seinasta dag vórðu skotnar 256 harur í 47 høgum. á teimum 1.123 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2014, var veiðan millum 0 og 66 harur hvønn túrin. Vanligast var at fáa 1 til 4 harur á hvørjum túri. í miðal vórðu 8,12 harur skotnar á hvørjum túri, sum er eitt vet minni enn í 2013, tá miðalveiðan var 8.2 harur pr. túr. Talið av skjúttum var millum 1 og 17 á hvørjum harutúri í 2014. Helvtin av túrunum vóru 2 skjúttar við í miðal, 337 ferð (30%) var bert ein maður og skeyt. Mett verður, at í 2014 skutu einir 1.200 ymiskir mans harur í Føroyum. 5 2. Haruveiða í Føroyum Tað finst einki samlað yvirlit yvir, hvussu nógvar harur hava verið skotnar í Føroyum gjøgnum tíðina. Vanligt er, at haruhagar verða seldir, nakað áðrenn harutíðin byrjar. Sum oftast fyri eitt ár í senn, men tað kemur eisini fyri, at hagarnir verða seldir fyri fleiri ár. Eisini er vanligt, at fjallmenn sleppa at skjóta hjá bóndanum, har teir ganga á fjalli. Haruveiðan í Føroyum er skipað sambært løgtingslóg nr. 128 frá 25. oktober 1988 um haruveiðu (http://logir.fo/Logtingslog/128-fra-25-10-1988-um-haruveidu--harejagt). Lógin er sera stutt; einans tvær greinar, umframt sektarmøguleikar og gildiskomu. í § 1 verður ásett, at loyvt er at skjóta haru í tíðini 2. november til 31. desember, báðar dagar viðroknaðar. Stykki tvey og trý í hesi greinini umrøða møguleikan at friða. í § 2 verður sagt, at haruveiðan má bert fara fram í dagsljósi gerandisdagar, og loyvt er bert at nýta høglbyrsu. Annars eru ongar bindingar í lógini, og tað er sostatt frítt hjá harumonnum at skjóta í tí hagapartinum, har teir antin hava fingið ella keypt sær rættindi í veiðutíðini. Snjóhara (Lepus timidus) varð innflutt til Føroya í 1855 og 1858 frá norsku oynni Kragerø, sum er í Oslofjørðinum - 4 harur hvørja ferðina. Harurnar vórðu settar út í Hornabø í Tórshavn og runnu niðan á Kirkjubøreyn. Tær vuksu skjótt í tali, og vórðu síðan fluttar til hinar oyggjarnar. í dag finst haran á øllum oyggjunum uttan í Koltri, Stóru Dímun og Lítlu Dímun. Nøkur ár eftir at haran var innflutt til Føroyar, fóru menn at skjóta harur. Teir ið skjóta haru í Føroyum, hava ikki skyldu at boða frá, hvussu nógvar harur teir hava fingið, hvussu ofta teir hava skotið ella hvussu nógvir mans hava verið við. Tí vita vit heldur ikki, hvussu nógv hara hevur verið skotin í Føroyum gjøgnum tíðina, ella hvussu stór royndin hevur verið. Tað eru tó nógvir harumenn, sum hava stóran áhuga fyri haruveiðu og skriva tí niður, hvussu nógvar harur teir fáa; antin fyri hvønn einstakan dag, sum skotið hevur verið, ella samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í veiðutíðini. Hesar upplýsingar um haruveiðu liggja ymsastaðni kring landið, uttan tó at vera savnaðir saman. Hetta er triðja royndin hjá mær at fáa fatur á upplýsingunum um haruveiðuna í Føroyum, so til ber at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum. Fyrsta royndin varð gjørd í 2012, og úrslitini frá tí kanningini vórðu samlaði í frágreiðingini "Haruveiðan í Føroyum 2012", sum kann lesast her. Næsta frágreiðingin var "Haruveiðan í Føroyum 2013", og kann lesast her. Fyrsta árið vórðu 5.381 harur skrásettar, sum vórðu skotnar á 649 túrum í 199 hagapørtum kring landið. í 2013 vórðu skrásettar 7.7561 harur, sum vórðu skotnar á 904 túrum í 269 hagapørtum. 7 3. Innsavning av veiðutølum Haruhagtølini, sum eru við í hesi frágreiðingini, koma frá 366 ymiskum heimildarfólkum kring landið. Innsavningin av veiðitølunum í hesi frágreiðingini byggir á upplýsingar, sum eru fingnar frá harumonnum kring landið. Innsavningin av veiðitølum er í størstan mun farin fram við Facebook-bólkinum "Haruskjóting í Føroyum". Hetta er ein afturlatin bólkur, sum 4. februar 2015 hevði 1.808 limir. Bólkurin er alsamt í vøkstri. 25. januar 2013 hevði bólkurin 672 limir og 13. februar 2014 vóru 1.251 limir í bólkinum á hesi síðuna skriva limirnir, hvussu nógvar harur teir hava fingið hvønn dagin, t.d. kann NN skriva: NN: 31. desember. Sjóvarhagi, Niðari partur (Kollafjørður). 4 mans 17 harur Hesi tølini verða so førd yvir í eitt rokniark, við hesum upplýsingum: - Oyggj - Bygd - Hagapartur - Dato - Tal av harum - Tal av byrsum - Heimildarfólk - Viðmerking í summum førum kann tað vera eitt sindur torført at halda skil á nøvnunum á hagapørtunum, tí ofta verða fleiri ymisk nøvn brúkt um sama hagapart. Ofta verður hagin nevndur eftir tí størsta fjallinum, í haganum, t.d. Slættaratindur, Koppenni, Nøvan ella Vørufelli. At skráseta sama hagapart við ymiskum nøvnum í eini databasu gevur trupulleikar, tí tá uppfatar databasan teir sum ymiskar hagapartar. Fyri at hetta ikki skal henda, havi eg hildið meg til tey "formellu" nøvnini á hagapørtunum; tað eru nøvnini, sum Matrikulstovan brúkar. á hendan hátt gerast skrásetingarnar eintýðugar. Eftir at veiðitíðin var liðug, varð eisini ringt til bøndur og harumenn, sum eg var vitandi um, ella hevði frætt um, høvdu skotið harur í 2014. Kollfirðingurin Jóan Karl Joensen var so beinasamur, at átaka sær arbeiðið at tryggja, at øll tølini yvir haruveiðuna í hagapørtunum, sum hoyra til bygdina Kollafjørð, eru við í yvirlitinum. Hesum eri eg honum sera takksamur fyri. Eftir at harutíðin var liðug, hevur Bjarki G. Dalsgarð verið so beinasamur, at gera eitt kort yvir hagapartarnar, sum tøl eru komin inn fyri (Mynd 3.1). Eisini hesum eri eg takksamur fyri. Samandráttur av úrslitunum frá innsavningini er víst í talvu 3.1. Umframt upplýsingar frá teimum 1.123 einstøku túrunum, sum vórðu skrásettir, eru eisini upplýsingar fyri samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í 5 øðrum hagapørtum og eisini upplýsingar um 38 hagapartar, har teir ikki hava skotið harur í 2014. Eisini eru upplýst fyri tveir hagapartar, at teir hava skotið, men talið er ókent. Samlaða talið kemur sostatt upp á 1.168 skrásetingar fyri árið 2014. Talva 3.1: Upplýsingar um harutølini, sum vórðu savnaði saman fyri veiðitíðina 2014. Tal av skotnum harum 9.318 Tal av harutúrum 1.123 Tal av hagapørtum 348 Tal av bygdum 88 Tal av oyggjum 15 Tal av heimildarfólkum 366 8 3.1 Hvussu fullfíggjað er kanningin? Kanningin byggir á upplýsingar frá 1.168 skrásetingum í 348 ymiskum hagapørtum kring landið. Eg havi tó neyvan fingið fatur á øllum harutúrunum, sum vórðu gjørdir í Føroyum í 2014. Spurningurin er so, hvussu stórum parti av veiðitølunum, tað er eydnast mær at fáa fatur á? Fyri at meta um hetta, havi eg gjørt eitt yvirlit, sum vísir, hvussu nógvir hagapartar eru í teimum 15 oyggjunum, har hara finst, og úr hvussu nógvum av hesum hagapørtunum eg havi fingið harutøl frá í veiðutíðini í 2014. úrslitini eru víst í talvu 3.1. Mynd 3.1: Yvirlit yvir hagapartar í Føroyum, har upplýsingar um haruveiðuna í 2014 eru fingnir. Tilsamans eru upplýsingar fingnar fyri 348 av teimum íalt 454 hagapørtunum, sum eru í Føroyum. Tað er 77 %. í Koltri, Stóru Dímun og Lítlu Dímun eru ongar harur (Kort: Bjarki. G. Dalsgarð) í Føroyum eru tilsamans 454 hagapartar, har møguligt er at skjóta haru (Mynd 3.1 og Talva 3.2). Eingin hara er í Koltri, Stóru Dímun og Lítlu Dímun. Flest hagapartar eru í Eysturoynni (113), Streymoynni (82) og í Suðuroynni (78). í hesi kanningini eru harutøl fingin fyri tilsamans 348 hagapartar, sum svarar til 77 % av øllum hagunum í Føroyum. í 2013 fekk eg fatur á tølum frá 269 hagapørtum, sum svarar til 57 %. Sostatt eru 79 fleiri hagapartar við í hesi kanningini, samanborið við 2013. 9 Kanningin av haruveiðuni í Føroyum í 2014 er sera væleydnað. Fyri 10 av teimum 15 oyggjunum, har møguleiki er at skjóta harur, er tað eydnast at fáa upplýsingar um haruveiðuna í øllum hagapørtunum, sum eru í oynni. Talan er um oyggjarnar: Fugloy, Svínoy, Viðoy, Kunoy, Streymoy,Vágar, Mykines, Hestur, Nólsoy og Skúgvoy (Mynd 3.1 og Talva 3.2). í Borðoynni manglar ein hagapartur (Innistovuhagi). í Eysturoynni eru 78% av høgunum komnir við, meðan tað fyri Kalsoynna, Sandoynna og Suðuroynna mangla fleiri hagapartar. Oyggj Tal av markatals- bygdum Tal av høgum á oynni Við haru- % tølum Fugloy Svínoy Viðoy Borðoy Kunoy Kalsoy 4 Eysturoy 20 Streymoy 19 Vágar 5 Mykines 1 Hestur 1 Nólsoy 1 Sandoy 5 Skúgvoy 1 Suðuroy 10 78 32 41 Samlað 83 454 348 77 Talva 3.2: Tal av markatalsbygdum á hvørjari oyggj har hara finst og talið av hagapørtum, sum hoyra til bygdirnar. Hara er ikki í Koltri, Stóru Dímun og Lítlu Dímun. Høgrumegin sæst talið av hagapørtum, sum eru við í uppteljingini av haruveiðuni í Føroyum í 2014, og hvussu stóran prosentpart hetta svarar til, í mun til talið av høgum, sum eru í oynni. Markatalsbygdir eru bygdir, ið nevndar eru í elstu jarðarbókum. Fyri Streymoynna er prosentparturin '102%'. Hetta kemst av, at tveir av hagapørtunum verða sundurbýttir til haruskjóting. 2 1 2 8 3 8 8 100 8 16 25 10 22 113 82 38 4 2 3 40 5 8 100 16 100 24 96 10 100 13 59 88 78 84 102 38 100 4 100 2 100 3 100 13 33 5 100 10 4. Hvussu nógvar harur vórðu skotnar í 2014? Sambært hesi skrásetingini, vórðu tilsaman 9.318 harur skotnar í Føroyum í 2014. Hetta talið er tó ikki heilt fullfíggjað, tí tað eru helst onkur smávegis harutøl, sum tað ikki er eydnast mær at fáa fatur á. Eg haldi tó, at eg havi fingið fatur á teimum allar flestu tølunum, í øllum førum teimum týdningarmestu. Tað vísir seg, at á teimum túrunum, har tað hevur gingist væl, og teir hava fingið nógvar harur, tá koma tølini eisini skjótt inn. á teimum túrunum, har tað hevur gingist minni væl, er ofta verri at fáa tølini. í januar mánað havi eg ringt og spurt um úrslitini i høgum, har eg ikki hevði fingið nøkur tøl. Tá vísti tað seg ofta, at teir høvdu skotið, og kanska bara verið tann eina túrin, har teir høvdu fingið eina til tvær harur. Eg rokni tí við, at tær 9.318 harurnar, sum eru skrásettar fyri 2014, í tali er nær við 100% av øllum harunum, sum vóru skotnar. Samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2014, er tí neyvan nógv meira enn 9.400 harur. 4.1 Hagapartar Tað er sera ymiskt hvussu nógvar harur vórðu skotnar í teimum ymisku høgunum kring landið (Mynd 4.1). Av teimum 334 sjálvstøðugu hagapørtunum, har skotið varð í 2014, varð helvtin av samlaðu árligu veiðuni skotin í 47 ymiskum hagapørtum, av hesum vórðu 25 % av harunum skotnar í 16 hagapørtum, tað eru 2.323 harur. (Mynd 4.2). Tey fyrstu 25% av harunum, har teir fingu fækst harur, vórðu skotnar í 235 hagapørtunum. 100 75 50 25 0 Býtið av veiðuni millum teir ymisku hagapartarnar 95 61 41 32 25 19 9 20 32 Veiða (Tal av harum pr haga) Mynd 4.1: Myndin vísir, hvussu samlaða haruveiðan í 2014 var býtt millum teir ymisku hagapartarnar kring landið Akkumulerað veiða yvir hagapartar 100 75 50 25 0 Mynd 4.2: Myndin vísir, hvussu stórur partur av teimum 9.318 harunum vóru skotnar í teimum 334 ymisku sjálvstøðugu hagapørtunum kring landið. Tey fyrstu 25% av harunum vórðu skotnar í 235 ymiskum hagapørtum, 50 % í 287 hagapørtum og 75% í 318 hagapørtum. 1 51 101 151 201 251 301 Teir ymisku hagarnir % av samlaðu veiðuni Tal av høgum 11 úrslitið fyri teir 20 bestu haruhagarnar í Føroyum í 2014 er víst í talvu 4.1. í hesum 20 haruhøgunum vórðu skotnar tilsaman 2.664 harur, sum svarar til 29% av øllum harunum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2014. Raskastir at skóta harur í Føroyum í 2014 vóru teir 'úti í Haga á Bjørgum' í Vestmanna. Teir fingu tilsamans 214 harur á 11 túrum (Talva 4.1 og Appendix 1). Teimum á baki komu teir í 'Norðurtriðingi, Norðara parti' í Sørvági. Teir fingu 203 harur á 14 túrum. á triðja plássi vóru teir í Neshaga, eisini í Vestmanna. Teir skutu 202 haru á 14 túrum. Teir báðir hagarnir, sum vóru bestir í 2014, vóru eisini teir bestu haruhagarnir í 2013. Tá skutu teir líka nógvar harur í báðum hesum høgunum. Vestmenningar brúktu 9 túrar um at skjóta 158 harur men Sørvingar brúktu 10 túrar. í Neshaga varð munandi minni skotið í 2013, samanborið við 2014. Teir fingu tilsamans 48 harur, sum teir skutu á 5 túrum. Teir báðir Vestmannahagarnir, sum eru nevndir omanfyri, munnu teljast millum bestu haruhagarnar í Føroyum. í 1996 skutu teir 146 harur uppá tríggjar túrar í "útihaganum á Bjørgum", og í 2011 skutu teir 169 harur í 3 dagar í Neshaga. Tað árið fingu teir tilsamans 282 harur í Neshaganum. úrslitini frá teimum einstøku harutúrunum í Føroyum í 2014, skipað eftir oyggj, bygd, hagaparti og dato er víst í Appendix á síðu 46 - 75. Hagapartur 1. úti í Haga á Bjørgum 2. Norðurtriðingur, Norðaripartur 3. Neshagi (Norðurnesið) 4. Sjeyndir (Norðan Kamb) 5. Dalhagi, Eystaripartur 6. Heimaraleiti 7. Brekkurnar 8. Fjallið (partur av Ognarhaganum) 9. Uttanhús á Fjøllum 10. Yviri á Skarðhamri 11. Norðurtriðingur, Sun.partur (Vørðufelli) 12. Norðuri í Haga (Junkarahagi) 13. Norðurhelvt (Fyri Norðan á) 14. Fyri Heiman (í Gerðum) 15. Suðurtriðingur, Ytripartur 16. Skálatoftahagi 17. Heimi í Haga á Bjørgum, Vestari 18. Norðan á 19. Dúvugarðarhagi, Heimanfyri Glyvur 20. áarhagi, Miðrøktin Samlað Bygd Vestmanna Sørvágur Vestmanna Tjørnuvík Vestmanna Miðvágur Vestmanna Kvívík Miðvágur Hvannasund Sørvágur Kvívík Eiði Klaksvík Sørvágur Skálatoftir Vestmanna Haldarsvík Saksun Kaldbak Samlað tal av Tal av skotnum harum túrum 214 11 203 14 202 14 201 12 156 4 151 21 140 11 134 13 125 8 121 5 120 9 117 10 116 13 103 12 98 9 97 4 95 7 93 16 91 9 87 5 2.664 207 Talva 4.1: Talvan vísir teir 20 hagapartarnar í Føroyum, har flestar harur vórðu skotnar í 2014. Eisini sæst hvussu nógvir túrar vórðu gjørdir í hesum hagapørtunum. Tær 2.664 harurnar, sum vórðu skotnar í hesum 20 hagapørtunum, svarar til 29 % av øllum harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2014. 12 í talvu 4.1 hava vit bert hugt at, hvussu nógvar harur vóru skotnar í hvørjum hagaparti, men ikki mett um innsatsin, sum var gjørdur, fyri at fáa fatur á hesum harunum. Vit vita jú, at tað er rættuliga ymiskt, hvussu nógvir skjúttar eru í hvørjum haga og hvussu nógvir túrar verða gjørdir. Hvussu nógvar harur, sum verða skotnar í einum hagaparti eitt ávíst ár, er í høvuðsheitum tengt at 6 viðurskiftum: - Hvussu nógv er til av haru í haganum. - Hvussu veðurlíkindini eru. - Hvussu royndir skjúttarnir eru. - Hvussu nógvir skjúttar eru við. - Hvussu nógvir túrar verða gjørdir. - Hvussu langir túrarnir eru. Hvussu nógv er til av haru, hvussu veðurlíkindini eru, hvussu royndirnar hjá skjúttunum eru og hvussu langir túrarnir eru, fáa vit ikki gjørt nakað við, men í útrokningunum kunna vit taka hædd fyri, hvussu nógvir túrar verða gjørdir og hvussu nógvir skjúttar eru við hvønn túrin. Tá fáa vit eitt úrslit, sum vísir, hvussu nógvar harur eru skotnar pr. dag pr. byrsu. úrslitini frá hesi útrokningin er víst í talvu 4.2. Tilsamans vóru 3.209 byrsur í føroysku høgunum í 2014, sum hvør í miðal skeyt 3,1 harur hvønn dagin. Eftir hesum útrokningarháttinum, lág best fyri í hagapartinum "Fyri Norðan" í Hvannasundi. í hesum haganum varð bara skotið tann eina dagin, har ein einsamallur maður fekk 11 harur. Næstir vóru teir á Skarðhamri í Hvannasundi, sum í miðal fingu 10,6 harur pr. byrsu pr. dag. í 2013 vóru teir á Skarðhamri á fyrsta plássi við í miðal 7,5 harum pr. byrsu pr. dag. á triðja plássi vóru teir, sum skutu í "Dúvugarðarhaga, Niðanfyri Glyvur" í Saksun, við 9,7 harum pr. byrsu pr. dag (Talva 4.2). Hagapartur 1. Fyri Norðan 2. Yviri á Skarðhamri 3. Dúvugarðarhagi, Niðanfyri Glyvur 4. Bíggjarhagi, Eystastipartur 5. Ognarhagin 6. Dalhagi, Heimaripartur 7. Bergið 8. Rákarhagi 9. Miðhagi + Líðarhagi 10. Inni í Haga, Heimaripartur Samlað fyri alt landið Bygd Haraldssund Hvannasund Saksun Kaldbak árnafjørður Vestmanna árnafjørður Sandavágur Norðoyri Funningur Tal av Tal av Samlað tal túrum harum av byrsum 1 11 1 5 121 12 3 50 5 2 27 3 8 83 10 1 66 8 6 75 11 1 14 2 1 14 2 4 42 8 1.123 9.122 3.209 Tal av harum pr. byrsu pr. dag 11,0 10,6 9,7 9,5 9,4 8,3 7,5 7,0 7,0 6,8 3,1 Talva 4.2: Standardiserað haruveiða. Talvan vísir teir 10 hagapartarnar, har flestar harur vórðu skotnar í 2014, tá hædd verður tikið fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gjørdir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin. Umframt tær 9.122 harurnar, sum vórðu skotnar á teimum 1.123 einstøku túrunum, eru eisini 196 harur skotnar, har hvørki túratal ella tal av byrsum eru upplýst. Hesar íroknað, kemur samlaða harutalið upp á 9.318. 13 4.2 Oyggj Eins og í 2012 og 2013, vóru eisini flestu harurnar skotnar í Streymoynni í 2014. íalt 3.924 harur, sum svarar til 42% av øllum harunum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2014 (Mynd 4.3). Hetta er áleið sami brotpartur sum fyrr. í 2012 vóru 47% av teimum føroysku harunum skotnar í Streymoynni, í 2013, 45%. Tað var eisini á Streymoynni, at flestu túrarnir vórðu gjørdir, íalt 388 túrar, sum svarar til 35% av samlaða túratalinum í 2014. í 2012 vórðu 45% av øllum túrunum gjørdir í Streymoynni, í 2013, 41 %. í Vágum vórðu skotnar íalt 1.893 harur, 1.415 í Eysturoynni og 840 á Borðoynni. Til samanberingar fyri Vágoynna, kann sigast, at bæði í 1991 og í 1997 vórðu umleið 1.400 haru skotnar tilsamans í Vágunum um árið. 4000 3.924 3000 400 388 2000 1000 0 1.893 1.415 300 210 200 100 72 52 51 46 37 22 17 0 0 262 95 840 Tal av skotnum harum Tal av harutúrum Tal Tal 465249235 44 34 33 11 20 17 4 2 4 0 Mynd 4.3: Myndin vísir, hvussu nógvar harur vórðu skotnar tilsamans í hvørjari oyggj í 2014 (vinstrumegin) og hvussu nógvir harutúrar vórðu gjørdir (høgrumegin). 4.3 Bygd Vestmanna er uttan iva tann bygdin í Føroyum, har mest verður gjørt burtur úr haruskjóting. Hetta sæst eisini aftur á prísunum, sum hagarnir verða seldir fyri. Tilsamans eru haruhagarnir, sum hoyra til Vestmanna seldir fyri meir enn 2,2 milliónir árini 1966 til 2014 (Sí partin "15. Haruskjóting í Vestmanna" aðrastaðni í hesi frágreiðingini) Vestmanna var eisini tann bygdin, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2014. Tilsaman skutu vestmenningar 1.120 harur á 74 túrum í teimum 12 haruhøgunum, sum hoyra til bygdina (Mynd 4.4). Næstflestar harur skutu teir í Miðvági, 553 harur á 70 túrum. á triðja plássi er Sørvágur við 496 harum á 42 túrum, fjórða plássi er Sandavágur við 463 harum á 70 túrum. í frágreiðingini "Haruveiðan í Føroyum 2012" (partur10.5.1) er greitt frá, at árini 1970- 1986 vórðu í miðal 450 harur skotnar í Sandavági. Tær 443 harurnar, sum vórðu skotnar í Sandavági í 2013, og tær 463 harurnar, sum vórðu skotnar í 2014, eru tískil miðalár, samanborið við árini 1970-1986. 3 14 1200 900 600 300 0 1120 80 60 40 20 0 74 553 42 44 38 Tal av skotnum harum Tal av harutúrum 496 463 37 32 384 341 29 294 287 282 270 21 Mynd 4.4: Myndin vísir, hvussu nógvar harur vórðu skotnar í tíggju teimum bestu bygdunum í Føroyum í 2014 (vinstrumegin), og hvussu nógvir harutúrar vórðu gjørdir í hesum bygdunum (høgrumegin). 4.4 útvaldir dagar Hóast tað í Føroyum er loyvt at skjóta haru einar 50 dagar um árið, so verður tó mest skotið leygardagar. á mynd 4.5 er víst, hvussu veiðan var 12 ávísar dagar í veiðitíðini: Fyrsta dag, 7 fylgjandi leygardagar, triðja jóladag og teir tríggjar seinastu dagarnar í árinum, har loyvt er at skjóta haru. Av teimum tilsamans 1.123 harutúrunum, har dato er givið, vórðu íalt 5.976 harur (74%) skotnar og 55% av túrunum gingnir hesar 12 dagarnar. Fyrsta dag loyvt var at skjóta harur í 2014 var mánadagin 3. november. Hendan dagin, vórðu tilsamans 1.100 harur skotnar í 75 hagapørtum kring landið. Leygardag 8. desember vórðu skotnar tilsamans 1.703 harur í 113 høgum. Hetta eru 18% av teimum skotnu harunum í Føroyum í 2014 og 7% av samlaða túratalinum. Teir næstu fýra leygardagarnar, var veðrið vánaligt, og lítið var skotið (sí part 5 í hesi frágreiðingini 'Føroyska veðrið í november og desember mánað 2014'). Leygardagin 13. november var veðrið hampiligt, og 718 harur vórðu skotnar á 86 túrum kring landið. Tríggjar teir næstu leygardagarnar vóru einar 600 -700 harur skotar á 70-80 túrum kring landið. 2000 1500 1000 500 0 125 100 75 50 25 0 113 1703 1100 86 81 Tal av skotnum harum Tal av hagapartum 27 6 144 67 566 557 9 24 718 722 47 110 256 2 14 21 Mynd 4.5: Myndin vísir, hvussu nógvar harur vórðu skotnar 12 ávísar dagar í 2014 (vinstrumegin), og í hvussu nógvum hagapørtum, skotið varð í (høgrumegin). Talan er um fyrsta dag, 7 fylgjandi leygardagar, triðja jóladag og teir tríggjar seinastu dagarnar, loyvt er at skjóta haru. 75 73 72 70 70 Tal Tal Tal Tal 15 4.5 Veiða dag fyri dag í 2014 og 2013 í hesi kanningini er skrásetingin av haruveiðuni gjørd fyri hvønn einstakan dag, sum skotið hevur verið. Tí ber til at gera upp, hvussu veiðan hevur hilnast gjøgnum árið, dag fyri dag. Eisini ber til at samanbera, hvussu veiðan hevur verið í mun til undanfarin ár. úrslitið frá hesi samanbering er víst á mynd 4.6. 10.000 8.000 6.000 4.000 2.000 Gongdin í haruveiðuni í 2014 samanborið við 2013 9.082 harur 1.113 túrar 1250 1000 750 500 250 Samlað tal av harum Tal av túrum ( - - - - - ) 00 0 10 20 30 40 50 60 Dagar frá 3. november Mynd 4.6: Myndin vísir talið av harum ( ?? ), sum eru skotnar hvønn dagin í veiðutíðini, 3. november til 31. desember, og hvussu nógvir túrar eru gjørdir teir einstøku dagarnar (- - - - - ). úrslitið fyri 2014 (reyðu linjurnar) er samanborið við 2013 (bláu linjurnar). Fyri 10 av túrunum var einki dato uppgivið. Fyri summar av hagapørtunum er bara tað samlaða talið av harum uppgivið. Samlaða úrslitið fyri 2014 gjørdist sostatt, at 9.318 harur vórðu skotnar á 1.123 túrum. í 2014 var fyrsti dagur, har loyvt var at skjóta harur, mánadagur 3. november. Hendan dagin, vórðu tilsamans 1.100 harur skotnar í 75 hagapørtum kring landið (Mynd 4.5). í 2013 fall tað soleiðis, at fyrsti dagur, tá loyvt var at skjóta harur (2. november), var ein leygardag. Tá líkindini at skjóta harur eisini vóru framúr góð hendan dagin, vóru eisini nógvir mans í fjøllunum. Skotnar vórðu tilsamans 2.458 harur á 122 túrum kring landið (Mynd 4.5 og 4.6) . í 2012 vórðu 1.304 harur skotnar á 93 túrum tann fyrsta leygardagin í árinum, har loyvt var at skjóta haru (3. november). Samanbera vit haruveiðuna í 2014 við 2013 (Mynd 4.6), síggja vit, at munurin var serliga í fyrsta degi, sum hilnaðist munandi betri í 2013 enn í 2014, meðan tær tríggjar seinastu vikurnar vóru munandi betri í 2014 enn í 2013. Annars hevur gongdin verið hin sama tey bæði árini. 16 4.6 Hvussu nógvar harur fingu teir hvønn túrin? á teimum 1.123 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2014, var veiðan millum 0 og 66 harur hvønn túrin (Mynd 4.7). Tað vanligasta var at fáa 1-4 harur á hvørjum túri. Hetta var veiðan á 44% av túrunum. í 2013 var hetta veiðan 42% av túrunum. 117 túrar vóru, har teir bara hava fingið 1 haru, 149 túrar eru við 2 harum og 115 túrar fingu teir 3 harur. í miðal vórðu skotnar 8.12 harur á hvørjum túri í 2014. Hetta er eitt ánilsi minni enn í 2013, tá miðalveiðan var 8.2 harur pr. túr. Einans 9 túrar eru uppgivnir, har teir onga haru siga seg at hava fingið. Men hetta talið er uttan iva alt ov lágt, tí tað eru helst fleiri bummtúrar, sum ikki eru uppgivnir. Tað liggur til lyndið í veiðimanninum, at tað fellur honum lættari at tosa um teir góður túrarnar. Túrarnir, har tú onki fekk, eru hinvegin knapt so spennandi at fortelja øðrum um. Hvussu nógvar harur fingu teir hvønn túrin? 278 148 69 45 26 14 9 6 9 19 Tal av harum pr túr Mynd 4.7: Myndin vísir hvussu nógvar harur vórðu fingnar á hvørjum túri á teimum 1.123 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2014. úrslitið av teimum fimm bestu harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2014, eru vístir í talvu 4.3. Her sæst, at tað var eisini í Vestmannahøgunum, at teir bestu harutúrarnir vórðu gjørdir: í "Dalhaga, Heimaripartur" fingu teir 66 harur tann eina túrin, og í hinum Dalhaganum í Vestmanna, "Dalhaga, Eystaripartur", fingu teir 64 harur ein túr. Triðbesti túrurin varð gjørdur í Skálatoftahaga, har 7 mans fingu 63 harur (Talva 4.3). 500 400 300 200 100 0 491 Tal av túrum 9 Tal av Tal av harum monnum Dalhagi, Heimaripartur Vestmanna 8. nov. 66 8 Hagapartur Bygd Dato Dalhagi, Eystaripartur Skálatoftahagi Yviri á Skarðhamri Fjallið (partur av Ognarhaganum) Vestmanna Skálatoftir Hvannasund Kvívík 12. des. 13. des. 8. nov. 8. nov. 64 9 63 7 61 7 60 10 Talva 4.3: Fimm teir bestu harutúrarnir, sum vórðu gjørdir í 2014. 17 4.7 Hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin? Talið av skjúttum, sum vóru við á harutúrunum í 2014, var millum 1 og 17. Helvtina av túrunum (medianurin) vóru 2,0 skjúttar við. Sæð yvir alla veiðitíðina, var tað mest vanliga, at ein einsamallur maður var og skeyt (Mynd 4.8). Hetta hendi 337 túrar (30%). 279 túrar (25%) vóru tvær byrsur. Tá flest mans skutu á einum túri, vóru teir 17. Hetta hendi á tveimum túrum: á Klappjaktini í Trongisvági 5. november, har teir fingu 58 harur, og í felagsskjóting í Nólsoy, 8. november, har teir fingu 55 harur. 13 mans fingu 22 harur á einum túri í Fámjin og í Brekkunum í Vestmanna fingu 12 mans 47 harur. Hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin? 30 20 10 0 Mynd 4.8: Myndin vísir býtið av talinum av skjúttum, sum vóru við á teimum 1.123 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í Føroyum í 2014. 4.8 Hvør hevur skotið flestar harur í Føroyum? í innsavningini av harutølum, er bert skrásett, hvussu nógvar harur vóru skotnar í hvørjum hagaparti hvønn dagin. Einki verður sagt um, hvussu nógvar harur hvør einstakur harumaður hevur skotið. 20. desember 2014 fekk ein einsamallur maður (Jákup Hansen) 38 harur á einum túri í árnafirði; 30 í Ognarhaganum og 8 í grannahaganum "Bergið". Hetta man vera føroyskt met. 38 harur viga uml. 120 kg. Jákup mátti tí ganga fleiri ferðir fyri at fáa fongin heim til húsa. Eisini kom ein bátur fram við, sum tók nakrar av harunum. 8. desember 2014 fekk ein einsamallur maður 16 harur á einum túri í hagapartinum 'úti í Haga á Bjørgum' í Vestmanna. 13. desember 2014 fingur 7 mans 63 harur í Skálatoftahaga á Borðoynni, besti skjúttin fekk 27 harur. Tá reypað verður, fær man ymiskt áhugavert at vita frá fólki. Ein maður fortaldi mær, at fyri fleiri árum síðani hevði George í Leynum verið einsamallur og skotið og fingið 31 harur ein dag. Sami maður fortaldi mær eisini, at Tummas Reinert, sum var postmaður í Norðradali eitt árið í tríggjar fylgjandi dagar hevði skotið 72 harur tilsamans. 30 25 Túratal (%) 18 10 7 4 2 2 0,4 1,3 0,4 0,1 0,1 0,2 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 17 Tal av skjúttum 18 Sámal Jákup Egholm úr Streymnesi: Ein maður úr Hvalvík ringdi til mín ein dagin, og fortaldi mær, at eitt árið, tað hevur nokk verið fyrst í 1940'itinum hevði ein maður í Streymnesi, Sámal Jákup Egholm, skotið 47 harur. Hetta var á einari klappjakt, sum teir høvdu í Streymnesi, har teir skutu í øllum hagapørtunum, sum hoyra til bygdina. Tilsamans fingu teir 139 harur hendan dagin. Um hendan túrin skuldi Sámal Jákup sjálvur seinri hava sagt, at hetta var bæði tann besti og samstundis tann ringasti harutúrurin, sum hann nakrantíð hevði gjørt: Besti, tí hann ongantíð fyrr hevði skotið so nógvar harur ein dag, og ringasti, tí tað seinri skuldi vísa seg, at hann misti allar harurnar. Hendan sama dagin høvdu tveir aðrir menn í bygdini, brøðurnir, Theodor og Jens Egholm, skotið harur Oman Glyvur í Dúvugørðum í Saksun. Teir høvdu fingið 72 harur hendan dagin. Tilsaman vóru sostatt einar 220 harur komnar til Streymnesar hendan dagin, og spurningurin var nú, hvat teir skuldu gera við allar hesar harurnar. Hendan sama dagin var ein húsasmiður úr Havn norðuri í Streymnesi og smíðaði. Hesin bjóðaði seg til at taka harurnar við sær til Havnar og selja harurnar fyri teir. Sum sagt so gjørt, men Sámal Jákup segði, at hann ongantíð fekk nakrar pengar fyri harurnar. So hóast hesin harudagurin var tann besti, sum Sámal Jákup nakrantíð hevði havt, so var hann eisini tann ringasti. Men framvegis er hetta, sum er skrivað omanfyri lítið at reypa av, tá samanborið verður við Cornelius Reinert í Kaldbak. í Fuglaframa frá 1902 skrivar Sverri Patursson: "Cornelius hevur skotið í 44 ár (Hann er sostatt byrjaður at skjóta í 1858; trý ár eftir at fýra tær fyrstu harurnar vórðu settar út í Hornabø í Tórshavn, mín viðmerking). Hann byrjaði at reika við byrsuni sum 13 ára gamal piltur; nú er hann 57. Mangan fuglin og manga haruna hevur hann niðurlagt. Hann hevur skotið 500 harur á einum ári." "Fyrst, ið eg fór at skjóta, vóru fyri uttan meg bara tveir ella tríggir mans í Streymoynni, sum gingu á haruveiði. Tá komu harurnar til 18 merkur (ein mørk er 250gr, tvs. 18 merkur eru 4,5 kg, mín viðmerking), meðan tær nú sjáldan koma til 14-15. Og tá vóru tær snjóhvítar, meðan tær nú eru bláar. Ikki uttan hendinga hara er nú heilt hvít." 4.9 Tvær harur í einum skoti í ár fekk ein harumaður tvær harur í einum skoti í hagapartinum "Fyri Heiman í Gerðum" í Klaksvík. Tað sama hendi eisini hjá einum harumanni, sum skeyt í haganum Skarðhamri í Hvannasundi í 2013. 19 5. Føroyska veðrið í november og desember mánað 2014 Flestu harumenn vita, at veiðan í stóran mun er tengd at veðrinum í veiðitíðini. Eisini hevur tað sjálvsagt týdning, hvussu nógv er til av haru. í Føroyum eru fleiri veðurstøðir, sum dagliga máta veðrið. Mátingar av føroyska veðrinum eru tøkar heilt aftur til 1875. í dag eru veðurmátingarnar tøkar á netinum hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), har til ber at hyggja hvussu veðrið hevur verið eitt ávíst tíðarskeið. (http://www.dmi.dk/faeroeerne/arkiver/vejrarkiv/) Eg havi tikið fram mátingarnar, sum eru gjørdar fyri november og desember mánað í 2014 í Tórshavn, tí staðið er nøkurlunda umboðandi fyri alt landið, um tó ikki helt neyvt. Við støði í hesum veðurmátingunum, ber til at knýta haruveiðuna saman við veðrinum. Niðanfyri verður greitt frá, hvussu veðrið í Føroyum var í november og desember mánað í 2014 (Myndirnar 5.1 - 5.6). Hugtakið "Vanligt", er miðaltøl fyri mánaðin árini 1961-1990. Mynd 5.1: Føroyska veðrið, mánað fyri mánað, í 2014. Mátingarnar eru gjørdar í Tórshavn. Regndagar (nedbørsdage) eru dagar, har tað regnar 1 mm ella meira í ein dag (Kelda: DMI). Veðrið var hampiligt fyrstu vikuna í harutíðini. Ættin var millum vestan og norðan, lítil vindur og turt. Restin av november mánað var ættin fyri tað mesta eystan og sunnan, og lítið varð skotið av haru. í desember mánað broyttist vindurin. Ættin var fyri tað mesta millum útsynning og norðan við kavaveðrið. Um veðrið í desember mánað, sigur veðurmaðurin Hanus Kjølbro soleiðis í Sosialinum 6. februar 2015. "....at í desember mánað í 2014 sóu vit eitt eyðkent mynstur í veðurlagnum. Tá fingu vit lágtrýst, sum fóru av leiðunum við Ný Funnland og eystur Kappan, hagani tað fór tvørtur um ísland í ein lágan landnyrðing. Veðrið í Føroyum varð myndað av høgætt í nakrar dagar. Vit høvdu tveir ella tríggjar dagar við kava, og síðani eina ella tveir dagar við eini sjey hitastigum. Soleiðis gekk mynstrið, tað eina fyri og annað eftir, men á jólum steðgaði mynstrið......." Hetta mynstrið sæst eisini týðiligt á mynd 5.3 og 5.4. Novembermánaði var lýggjur. Miðalhitin fyri november var 8,2 0C, sum er 3,7 gradir heitari enn vanligt (4,6 0C). Miðalhitin í desember mánað var 4,1 0C. Hetta er slaka hálva grad heitari enn vanligt. Langtíðarmiðalhitin fyri desember mánað er 3,7 0C. íalt vóru 18 avfalsdagar í november mánað, har tað tilsamans regnaði 99 mm, sum er undir miðal, ið er 127 mm. í desember vóru tað einans 2 dagar uttan avfall. Tað regnaði tilsaman 192 mm í desember mánað, sum er væl yvir miðal, ið er 142 mm. 20 Mynd 5.2: Vindur (m/s) í november (vinstrumegin) og desember mánað (høgrumegin) í 2014, mátað í Tórshavn. ???: Miðal fyri 6 tímar, ?: Hvirlur. Vanliga miðalvindferðin fyri november er 6,5 m/s og fyri desember 7,1 m/s. (Kelda: DMI). Mynd 5.3: Ættin í november (vinstrumegin) og í desember mánað í 2014 (høgrumegin) í Tórshavn, mátað sum miðal í 6 tímar (Kelda: DMI). Mynd 5.4: Regnmongdin í Tórshavn í november (vinstrumegin) og desember mánað 2014 (høgrumegin). Samlaða regnmongdin í november var 99 mm (vanligt: 127 mm) og í desember 192 mm (vanligt: 142 mm). (Kelda: DMI.) Mynd 5.5: Mesti og minsti hitin mátaður í døgninum í november (vinstrumegin) og desember mánað 2014 (høgrumegin) í Tórshavn. Miðalhitin fyri november var 8,2 0C (vanligt: 4,6 0C) og fyri desember 4,1 0C (vanligt: 3,7 0C). (Kelda: DMI). Mynd 5.6: Sóltímar í Tórshavn í november (vinstrumegin) og desember mánað (høgrumegin) 2014. íalt vóru 27 sóltímar í november (vanligt 20 tímar) og 21 sóltímar í desember (vanligt 7 tímar). (Kelda: DMI). 21 6. Hvussu stórur er føroyski harustovnurin? Fyrr hevur tað ofta verið frammi, hvussu nógvar harur munnu verða skotnar í Føroyum um árið og hvussu nógvar harur tilsamans munnu vera í Føroyum. Tað hevur tó ikki verið møguligt at svara hesum spurninginum, tí eingin skráseting hevur verið av, hvussu nógv hevur verið skotið, og tað er heldur ongantíð gjørd nøkur nágreinilig kanning av, hvussu stórur føroyski harustovnurin er. í 2012 varð fyrsta royndin gjørd at skráseta, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum. úrslitini frá hesi kanningini kom út í frágreiðingini "Haruveiðan í Føroyum 2012". Kanningini vísti, at tá vórðu einar 7.000 harur skotnar í Føroyum. út frá hesum talinum varð varliga mett, at føroyski harustovnurin í 2012 var umleið 14.000 harur. Kanningin var endurtikin í 2013, og tá varð mett, at føroyski harustovnurin var einar 16.000 harur. Um vit brúka sama framferðarhátt sum í 2012 og 2013, og siga, at helvtin av stovninum verður skotin á hvørjum ári, so var føroyski harustovnurin í 2014 var umleið 20.000 harur. í bókini "Villini súgdýr í útnorðri" verður sagt (s.177), at hildið verður, at føroyski harustovnurin er einar 5.000 harur. Hetta talið er tó alt ov lágt, tí sambært mínum tølum, so vórðu einar 9.400 skotnar í Føroyum í 2014, 8.000 harur í 2013 og 7.000 í 2012. Tá hendan kanningin varð gjørd fyrstu fer í 2012, varð sagt, at tað árið var serstaka vánaligt til haru. Nógvir harumenn, sum eg tá tosaði við søgdu, at teir í 2012 bara høvdu fingið umleið helvtina av tí, sum teir vanliga plagdu at fáa. Hetta man tó neyvan hava verið heilt rætt, tí kanningarnar bæði í 2013 og í 2014 vísa, at samlaða talið av haru, sum verða skotnar í Føroyum, liggur um tær 9.000 harurnar. Metingin av støddini á føroyska harustovninum, sum er gjørd omanfyri, skal tó takast við einum ávísum fyrivarni, tí fortreytin um, at helvtin av samlaða stovninum verður skotin á hvørjum ári, er í veruleikanum ikki kend. Hin fortreytin, at 9.400 harur vórðu skotnar í Føroyum í 2014, haldi eg tó er rímiliga eftirfarandi, tí eg haldi meg hava fingið fatur á meginpartinum av veiðitølunum. Eitt rímilig tal fyri støddina á Føroyska harustovninum er tí, at hann var einar 20.000 harur í 2014. 22 7. Hvussu nógvir mans skjóta harur í Føroyum? í hesi frágreiðingini er greitt frá, at í 2014 vóru einar 9.400 harur skotnar í Føroyum, men hvussu nógvir mans hava verið við at skotið hesar harurnar? Hetta vita vit heldur ikki, tí vit hava ongi tøl um hetta. Men um vit taka útgangsstøði í teimum harutølunum, sum eg havi savnað saman fyri 2014 (Talva 3.1), kunnu vit gera eina meting av, hvussu nógvir mans hava luttikið í haruskjótingini í Føroyum í 2014. Tal av heimildarfólkum: í frágreiðingini eru 366 ymisk heimildarfólk, sum hava latið mær upplýsingar. Talið av teimum, sum skjóta er í øllum førum nógv hægri enn 366, tí tað er bert eitt heimildar fólk fyri hvønn túrin, hóast tað vóru fleiri mans, sum skutu. Hægsta tal av skjúttum í hvørjum hagaparti: Tilsamans vórðu gjørdir 1.123 túrar, sum vórðu gingnir í 336 sjálvstøðugum hagapørtum kring landið. Um vit taka 'hægsta talið av skjúttum', sum vóru við á einum túri í hesum 336 hagapørtunum, og leggja hesar skjúttarnar saman fyri allar hagapartarnar, fáa vit eitt gott mát fyri, hvussu nógvir ymiskir mans skutu harur í Føroyum í 2014. Hetta roknistykkið gevur 1.222 mans. Onkur av hesum monnunum hevur helst skotið í fleiri hagapørtum, men tað mest vanliga er, at hvør maður bert skjýtur í einum haga. Niðurstøðan er tí, at: einir 1.200 mans skutu harur í Føroyum í 2014. Sama roknistykkið fyri 2013 vísti, at tá skutu 1.044 mans harur í Føroyum. 7.1 Konufólk, ið hava skotið harur í Føroyum Eg havi onkuntíð sóknast eftir konufólki, sum hava skotið harur í Føroyum. Ikki eru tað nógvar eg havi frætt um; einar tríggjar ella fýra. Men nýliga ringdi ein eldri kona til mín, og fortaldi, at mamma hennara sum ung plagdi at skjóta harur saman við manninum. "Tað eina árið fekk hon tvær harur í einum skoti. Hetta hevur verið áðrenn 1916. Tí hetta árið fekk hon sítt fyrsta barn, og tá gavst hon at skjóta harur" segði hendan eldri konan fyri mær. 23 8. Haruskjóting á teimum smærru oyggjunum Haran, sum í dag er í Føroyum, snjóhara, Lepus timidus, varð upprunaliga innflutt til Føroya í 1855 og 1858 frá norsku oynni Kragerø, sum er í Oslofjørðinum. Harurnar vórðu settar út í Hornabø í Tórshavn og runnu niðan á Kirkjubøreyn. Tær vuksu skjótt í tali, og vórðu síðani fluttar til hinar oyggjarnar. í dag finst hara á øllum oyggjunum uttan í: Koltri, Stóru Dímun og Lítlu Dímun. Haran trívist tó best á teimum størru oyggjunum, meðan minni er til á teimum smærru oyggjunum. Niðanfyri er ein samandráttur av tí, sum vit vita um haruskjóting á teimum smærru oyggjunum Fugloy: í 2014 vórðu 17 harur skotnar í Fugloynni á 4 túrum. í 2013 varð eingin hara skotin í Fugloy; hvørki í Hattarvík ella á Kirkju. Svínoy: í 2014 skutu teir 52 harur á 11 túrum í Svínoy. í 2013 var talið 11 harur skotnar á 3 túrum, og í 2012, 7 harur á 2 túrum. Mykines: Eingin skeyt harur í Mykinesi í 2014, hóast hara livir í oynni, og tað gjørdu teir heldur ikki í 2013. Hestur: í Hesti skutu teir 22 harur á 2 túrum í 2014. í 2012 var fyrstu ferð, at teir skutu harur í Hesti. Teir vóru 3 túrar, og fingu tilsamans 42 harur. í 2013 havi eg eisini skrásett 3 túrar, sum góvu 44 harur tilsamans. Haran, sum í dag er í Hesti, er nýliga slept upp: árini 2009-2012 gav Karlot Hergeirsson hestmonnum 5 ella 6 harur, sum vórðu fangaðar í Nólsoy, og umleið ár 2000 var ein hara slept út í Hesti, sum Øssur Andreassen, hevði fanga í "Prestahaganum, Fremragonga" í Kvívík. Skúgvoy: í 2014 vóru 37 harur skotnar á 4 túrum í Skúgvoy. í 2013 skrásetti eg 22 harur, sum vórðu skotnar á 4 túrum. í 2012 var talið 20 harur á 2 túrum. Stóra Dímun: Hara finst ikki á Stóru Dímun, men royndir eru tó gjørdar at seta haru út á oynna. Marnar Gaard hevur greitt mær frá, at hann og Bjarni Sjúrðagarð 28. desember 1994 fangaðu tríggjar livandi harur í hagapartinum, "Fyri Framman, Fremripartur" í Streymnesi, har teir báðir vóru og skutu. Hesar tríggjar harurnar vórðu sleptar á Stóru Dímun, men einki kom undan. 24 8.1 Haruskjóting á eystara armi á Skálafjørðinum Vanliga er ikki stórur áhugi at skjóta harur á eystara armi á Skálafjørðinum. 2014 var fyrstu árið, at eg havi skrásetta ein harutúr fyri bygdina Toftir. Fyri árið 2014, havi eg skrásett, at tilsamans 21 harur vóru skotnar á 11 túrum í hagunum, sum hoyra til bygdina Toftir. 22. desember var Magnus Pauli Poulsen ein túr í Húshagi á Toftum. Hann fekk tríggjar harur hendan dagin. Tá Magnus Pauli Poulsen verður spurdur, um hann veit um aðrir eisini hava skotið har, svarar hann: "Eg veit at onkur plagar at skjóta sunnanfyri har eg skjóti (tað er Húshagi), men tað mann ikki verða tað nógva - giti einar 2-3 ferðir um árið. Eg og ein vinmaður plagdu at vera fyri nøkrum árum síðani - vit vóru einar 5-6 túrar um árið og plagdu at skjóta einar 2-4 harur - passaligt til nýggjársdøgurðan - men vit sóu tó altíð 1-2 harur hvørja fer vit vóru ein túr. Seinastu árini hevur verið lítið at sæð, og eisini hava harutúrarnir verið fáir. Her er nógvur lyngur, heyggjar og gravar o.s.fr., so tað er ringt at síggja haru. Fyri tað kunnu tað líggja 100 harur og goyma seg í lendinum - ofta leypa tær ikki fyrr enn mann gongur seg fram á tær. Hendan túrin vit vóru leygardagin sóu vit eina aðra haru, men hon var uttanfyri byrsumál." Heldur ikki í hinum bygdunum við eystara armin á Skálafjørðinum vórðu tær nógvu harurnar skotnar í 2014: í Æðuvík skutu teir 10 harur á 5 túrum, í Rituvík 1 haru á einum túri, á Glyvrum var eingin hara skotin, í Lamba skutu teir 18 harur á 4 túrum og í Søldarfirði, 22 harur á 4 túrum. 25 9. Nøkur haruhagtøl til umhugsunar í talvu 9.1 eru nøkur hagtøl um haruveiðuna í Føroyum; virðið av veiðuni, bæði í tali av máltíðum og sum krónuvirðið á kjøtinum. Eisini sæst, hvørjar útreiðslurnar eru, bæði í krónum og sum byrðan fyri umhvørvið. í talvuni sæst, at samlaða virðið á teimum 9.400 skotnu harunum var ein sløk millión, og at 940 kg av blýggjhøglum og 235 kg av plastikki fóru út í náttúruna. Sambært Abrahami Mikladal, so innflyta vit meir enn 150.000 patrónir árliga (Tøl frá Hagstovuni), og tað svarar til góð 6 tons av blýggi. Talva 9.1: Nøkur haruhagtøl fyri 2014. Haran Tal av skotnum harum Vekt á harukjøti (kg) Tal av máltíðum Samlað virði (kr.) Patrónir Tal av patrónum Kostnaður av patrónum (kr.) Vekt av høglum (kg) Vekt av plastikki (kg) Fylla plastikk (m3) 9.400 7.520 37.600 940.000 23.500 141.000 940 235 4 útrokningarnar byggja á hesar fortreytir: 9.400 skotnar harur, sum hvør hevur 800 gr. av kjøti. Eitt fólk etur 200 gr av kjøti til ein døgurða. Prísur á harukjøti 125 kr/kg. í miðal verða brúktar 2,5 patrónir pr. haru. í hvørjari patrón eru 40 gr av høglum og 10 gr av plastikki við massafylluni 15 cm3. Hvør patrónin kostar 6 kr. 26 10. Verður ov nógv skotið? Síðani eg í 2012 fór undir at skráseta, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum, eru tað summi, sum hava sagt við meg, at kapping nú er komin í haruskjótingina, og at hetta fer at ganga út yvir tann Føroyska harustovnin. Eg haldi tó ikki, at hetta er vorðið ein trupulleiki. Høvuðsmunurin er, at fyrr vistu vit ikki, hvussu nógvar harur vórðu skotnar í Føroyum, men tað vita vit nú. Vit kunna í dag skjóta harur í Føroyum einar 50 dagar um árið; frá 2. november til 31. desember. Nógvar av teimum harunum, sum ikki verða skotnar, í hesum tíðarskeiðinum, doyggja tó helst allíkavæl av sær sjálvum, í januar, februar og mars mánað; antin av svongd ella av kulda. Hetta valdast tó altíð, hvussu vetrarveðrið skikkar sær. Eisini verða fleiri harur yvirkoyrdar av bilum, tí harurnar koma oman úr fjøllunum, at leita sær føði. Hetta er eisini galdandi í 2015, tí í ár havi eg sæð nógvar deyðar harur fram við vegnum. At nógvar harur eisini doyggja av svongd ella kulda vetrarmánaðirnar, vita vit. Eli Jensen av Hellunum segði mær, at hann fyrr plagdi at skjóta harur í Skarðhaga á Hellunum. Tað eina árið, hetta hevur verið miðskeiðis í 1980'unum, segði Eli mær, at hann varð átalaður av einum øðrum harumanni, tí hann skuldi hava skotið ov nógvar harur, og hann tí skuldi hava oytt harustovnin í haganum. Eli hevði tað árið skotið tilsamans 50 harur í Skarðhaga. Eli segði mær, at eftir hesa ábreiðsluna fór hann at telja, hvussu nógvar harur hann fann deyðar í bønum og rundan um húsini. í tíðarskeiðinum frá fyrst í januar til hálvan mars mánað taldi hann tað árið 30 harur, sum lógu og sløddust deyðar rundan um húsin. Talið av "sjálvdeyðum" harum var sostatt 63% av tí, sum Eli Jensen hevði skotið í Skarðhaga tað árið. Hetta man ikki vera nakað eindømi, tí ringar kavavetrar eru tað helst nógvar av teimum harunum, sum ikki verða skotnar av harumonnum í november og desember mánað, sum ikki yvirliva veturin. 10.1 Eitt lítið roknistykki til umhugsunar Haran er før fyri at nøra seg rættuliga skjótt. Føroyska haran leggur tríggjar ferðir um árið: Fyrsta løgan er í februar-mars, onnur í mai-juni og triðja løgan er í august- september. Tveir til tríggir ungar eru í hvørjari løgu. Norska haran leggur, eins og okkara, eisini 2 til 3 ferðir um árið. Um norsku haruna verður sagt: "Antall unger i kullet kan variere adskilig, men i gennemsnitt føder 2-5 unger pr. kul", og víðari verður sagt "Det synes som om totalt antal unger pr. hun hvert ár er 7-8 uansett om den har to eller flere kull". Vit ganga tí út frá, at føroyska haran eisini fær einar 7 ungar um árið. Lat okkum taka eitt lítið roknistykkið, sum vísir hvussu skjótt haran kann nørast: - Tá veiðitíðin byrjar, eru 20.000 harur í Føroyum. - Helvtin verður skotið. Fyrsta januar eru tí 10.000 harur eftir: 5.000 frensar og 5.000 løgur. - Hvør av hesum løgunum leggur 7 ungar; 35.000 ungar tilsaman. - Tær 10.000 harurnar, sum vóru eftir 1. januar, eru nú vorðnar til 45.000 harur. 27 í roknistykkinum ganga vit út frá, at allar tær vaksnu harurnar, sum vóru til 1. januar, yvirliva, og at allir teir løgdu ungarnir eisini yvirliva. Hetta er sjálvsagt ikki rætt, tí fleiri av teimum gomlu harunum doyggja gjøgnum veturin, sum víst er á omanfyri, og fáa tí heldur ikki ungar. Allir ungarnir, sum verða lagdir, yvirliva heldur ikki. Hetta ger, at vit tí ikki hava 45.000 harur 2. november, men bara einar 20.000. Hinar 25.000 harurnar, bæði vaksnar og ungar, doyggja í tíðarskeiðinum frá januar til november. Men hvussu kann eg vita, at einans 20.000 harur eru eftir tá harutíðin byrjar? Tað kann eg siga, tí sæð yvir fleiri ár, er harustovnurin konstantur; Eftir míni varisligu meting, einar 20.000 harur tilsamans. 10.2 Hvussu kann veiðan avmarkast? Fyri at hava eina skilagóðar stovnsrøkt, eru neyðugt at lúka tvær høvuðsfortreytir: - Tann fyrra er, at vit vita, hvussu nógv verður tikið burtur úr stovninum. - Hin er, at vit vita, hvussu stórur stovnurin er. Við støði í kanningunum, sum eg havi gjørt í 2012, 2013 og í 2014, vita vit nú, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum á hvørjum ári. Vit hava eisini eina hóming av, hvussu stórur tann føroyski harustovnurin er. Um hendan kanningin eisini fer at verða gjørd í framtíðini, ber til at fylgja við gongdini um, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum. Um royndin blívur ov stór, fer hetta at síggjast aftur í talinum av harum, sum verða skotnar um árið, tí talið fer tá at minka. Um samlaða talið av skotnum harum minkar fleiri ár á rað, er hetta tekin um, at veiðan hevur verið ov stór, og so er neyðugt at avmarka veiðuna. Hetta kann gerast upp á fleiri mátar, t.d.: - Stytta um veiðitíðina. - Seta hámark á, hvussu nógvar byrsur eru loyvdar í hvørjum haga hvønn túrin. - Seta hámark fyri, hvussu nógvir túrar kunnu verða gjørdir í einum haga um árið. Til ber sjálvsagt eisini, at hava eina samantvinning av hesum trimum avmarkingunum. 10.3 Summastaðni eru avmarkingar Tað hevur fyrr verið vanligt í Føroyum, at mark er sett fyri, hvussu nógvar byrsur eru loyvdar í einum haga, men eg havi varhugan av, at hendan avmarkingin ikki verður so nógv nýtt longur. Hetta verður tó enn praktisera summastaðni. Ein harumaður í Hvalvík hevur sagt mær, At í Húsadalshaga og í Toftadalshaga er loyvt at hava í mesta lagi tríggjar byrsur í haganum í senn. 28 á Facebook- bólkinum "Haruskjóting í Føroyum" var orðskifti um, at veiðan í hagapartinum "Norðurnesi" í Vestmanna kanska var vorðin dekan ov stór. Ein maður skrivar: "Hvar er allur moralur blivin av. Frá tíð eg minnist, og langt áðrenn tað, var tað ikki loyvt at hava meir enn 5 ella 6 byrsur í Norðurnesi í senn. Tá ið Arni á Rógvu seldi hagarnar, legði hann ofta aftrat, hvussu nógvar byrsur máttu verða fyri hvønn ávísa haga. Tað sær tíverri út, sum at hettar er nakað, sum er fari í søguna. Man hoyrir tíverri oftari og oftari um, at eini 10- 12 menn fara í teir minstu hagarnar i bygdini at skjóta haru. Eg veit ikki um nakar deilur mína meining, sum er at eg haldi hettar verða ósportligt." Og ein annar svarar aftur "Eg eri púra einingur við tær, minnist tá tað bleiv lagt mark á hvussu nógvar byrsur man kundi hava í hvørjum haga. Tað var ikki 10 í Nesinum" í Trongisvági regulera teir bæði byrsur og dagatalið. Ein harumaður úr Trongisvági hevur sagt mær, at har eru avmarkingar settar á veiðuna, so talið av byrsum er tað sama sum markatalið fyri hagan. Tað vil siga, at um hagin er 4 merkur, so hava bert 4 byrsur loyvi at skjóta haru, t.v.s. max 4 einkulttúrar ella 4 byrsur ein einstakan dag. Fyri at taka saman um tað, sum eg havi skrivað omanfyri, so haldi eg ikki, at tað í løtuni verður skotið ov nógv av haru í Føroyum. Um tað í framtíðini fer at vísa seg, at veiðan er ov stór, so eru fleiri møguleikar fyri at seta tiltøk í verk, sum kunna minka um veiðuna. 29 11. Tíðarskeið, har loyvt er at skjóta haru í dag er loyvt at skjóta haru í Føroyum í tíðarskeiðinum 2. november til 31. desember. Triðja november 2014 hevði áki Bertholsen eina forvitnisliga grein í Sosialinum um haruveiðu. Greinin byggir á ein fyrilestur, sum eg hevði havt um hetta evnið og á eina telefonsamrøðu, sum áki Bertholsen hevði við meg aftaná fyrilesturin. Tíðan verri hevur ein keðilig villa sníkt seg inn í greinina, har eg verið siteraður fyri at siga: "....Lívfrøðingurin heldur, at tað hevði verið forsvarligt at skotið harur í januar, februar og kanska í mars eisini". Men hetta haldi eg ikki. Eg haldi, at veiðitíðin, har loyvt er at skjóta haru, skal vera verandi, sum hon er nú, t.v.s. frá 2. november til 31. desember, sum er einar 55 dagar um árið. 11.1 Veiðitíðin verið skiftandi gjøgnum tíðirnar Haran kom til Føroyar í 1855. Síðani tá hevur tíðarskeiðið, har loyvt hevur verið at skjóta haru, verið eitt sindur skiftandi (Mynd 11.1). Fyrsta lógarásetingin um haruskjóting í Føroyum er frá 1881. Tá var loyvt at skjóta haru í tíðarskeiðinum frá 1. oktober til 14. februar; tilsamans 136 dagar um árið. í 1928 varð tíðarskeiðið stytt til 91 dagar; frá 1. november til 31 januar. í 1945 varð lógin aftur broytt, so tú kundi skjóta 60 dagar um árið, og hetta er tað, sum hevur verið galdandi síðani, undantikið árið 1969, tá skjótast kundi 30 dagar um árið; frá 3. november til 3. desember, og í 1970, tá skjótast kundi til 20. desember. í 1972 varð tíðarskeiðið tó aftur longt til tað, sum vit kenna í dag (Mynd 11.1). Mynd 11.1: Tíðarskeiðið, har loyvt hevur verið at skjóta harur í Føroyum árini 1881 til í dag. 30 11. 2 Fyrr skutu teir eisini kvidnar harur Eftir at eg í bløðunum hevði gjørt vart við mistakið hjá blaðmanninum á Sosialinum, ringdi ein eldri harumaður, um 60 ára aldur, til mín. Hann segði mær, at hann, í sínum ungu døgum, hevði skotið harur saman við eldri monnum, sum eisini høvdu skotið, tá tað var loyvi at skjóta haru til 31. januar. Hetta hevur sostatt verið áðrenn 1945. Hesir menn høvdu sagt honum, at fleiri av harunum, sum tá vórðu skotnar í januar mánað, høvdu ungar liggjandi inni í búkinum, og at hetta skuldi vera grundi til, at veiðitíðin varð stytt til tað, sum vit kenna í dag, t.v.s. til 31. desember. Hetta er væl hugsandi, tí haran leggur sína fyrstu løgu í februar- mars mánað. Haran gongur kviðin í einar 7 vikur, og tí skuldu allar tær kvidnu harurnar havt fostur inni í sær í januar mánað. Tað er tí uttan iva rætt, sum teir gomlu harumenninir søgdu, sum høvdu skotið harur áðrenn 1945. Hóast harutíðin nú endar 31. desember, so ber tó framvegis til at fáa harur, sum hava fostur inni í sær. í november 2013 fletti ein harumaður í Norðoyggjum eina haru, sum hevði ein unga í búkinum. Tað sama skrivar ein suðuroyingur á Facebook síðuni 'Haruskjóting í Føroyum': "Fann einaferð ungar í eini haru, sum var skotin í desember mánaði." 17. januar 2014 skrivar ein annar maður á Facebook síðuni: "Ein hara, sum eg fletti 12. des í 2013 hevði tríggjar ungar í búkinum. Teir vóru fult útviklaðir og kundu tað sama verið lagdir innan stutta tíð. Eg rokni tó við, at teir hava verið deyðir í búkinum eina tíð." 11.3 Kanska tolir haran størri veiðitrýst Tað kann vera, at føroyski harustovnurin hevði tolað, at veiðitíðin varð longd eitt sindur, kanska einar tvær vikur, uttan hetta hevði skatt stovnin. Men trupulleikin í dag er, at vit vita so lítið um føroysku haruna. Eingin almenn skráseting hevur verið av, hvussu nógv hara verður skotin í Føroyum. Teir, ið skjóta haru, hava ikki skyldu at boða frá, hvussu nógv teir hava fingið, hvussu ofta teir hava skotið ella hvussu nógvir mans hava verið við. Tí vita vit heldur ikki, hvussu nógvar harur árliga hava verið skotnar í Føroyum gjøgnum tíðina, ella hvussu stór royndin hevur verið. Tað hevur tí heldur ikki verið møguligt, at gjørt eina nágreiniliga kanning av, hvussu stórur føroyski harustovnurin er. Øll hendan vitanin um føroysku haruna er neyðug, um vit ætla at leingja um veiðitíðina. So leingi sum vit ikki hava hesa vitanina, haldi eg, at veiðitíðin skal vera verandi, sum hon er nú, t.v.s. frá 2. november til 31. desember. 31 12. Friðing av haru Sambært løgtingslóg um haruveiðu, sum er frá 1988, so hevur landsstýrið heimild at friða haruna. Sagt verður soleiðis "Innanfyri tilskilað umráði (oyggj ella part av henni) kann haran friðast eftir avgerð landsstýrisins fyri eitt ella tvey ár í senn eftir umsókn frá sóknarstýri og eftir at øll sóknarstýri í oynni hava givið ummæli í málinum". Tað er ikki eydnast mær at fáa nakað yvirlit yvir, nær og hvar haran hevur verið friðað í Føroyum, men í 1934 legði løgtingið fram uppskot um at friða haruna í Streymoynni annað hvørt ár í 10 ár. Sóknarstýrini skuldu ummæla uppskotið. Uppskotið varð kortini broytt í løgtinginum, soleiðis at friðingin bert varð galdandi í 1935. (Kelda: "Vestmanna søga", bind 2 s. 423) Annfinn Reinert, sum er slektaður úr Norðradali, hevur sagt mær, at í 1969 varð haran bara skotin í november mánað (í desember mánað bleiv hon friðað). 32 13. Eldri veiðuhagtøl Fleiri staðni hevur tað verið vanligt, at harumenn skriva niður, hvussu nógvar harur verða skotnar, antin á hvørjum túri, ella samlað fyri alla veiðitíðina. Tað eru uttan iva fleiri, sum liggja inni við tílíkum tølum. Tað hevði tí glett meg almikið, um eg kundi fingið fatur á hesum tølunum. Hetta kann gerast við at senda mær kopi av tølunum, antin úr dagbókini, lummabókini ella listanum, og senda mær tey við postinum á: Eyðfinn Magnussen íslandsvegur 4 Fo-100 Tórshavn. Ella, um tit hava skrivað tølini inn í eitt rokniark ella onkra aðra elektroniska skipan, so at senda mær tølini við telduposti á teldupostadressuna: Eydfinnm@setur.fo í frágreiðingin "Haruveiðan í Føroyum 2012", var tað eydnast mær, at fáa fatur á nøkrum tíðarserium, sum vístu, hvussu nógvar harur vóru skotnar í eitt longri áramál í ávísum hagapørtum, bygd ella oyggj. Talan var um: - Fuglafjørð - Sundshaga, Uttara part - Klappjakt í Trongisvági - Nólsoy - Vágar - Sandavág Hesi tølini kunna lesast í frágreiðingin "Haruveiðan í Føroyum 2012", sum liggur á internetinum: http://setur.fo/uploads/tx_userpubrep/NVDrit2013_02_UrslitFraHaruskjoting2012.pdf í frágreiðingini "Haruveiðan í Føroyum 2013", eru søgulig tøl um haruveiðuna í fýra øðrum hagapørtum: - Leynahagi, Uttan fyri Húsini, Leynar - Ytri Suðurtriðingur, Sørvágur - Sunnari Suðurtriðingur, Sørvágur - Sjóvarhagi, Niðari partur, Kollafjørður Hesi tølini kunna lesast á: http://setur.fo/uploads/tx_userpubrep/NVDrit2014_02_HaruveidanIFoeroyum2013.pdf Nú er tað aftur eydnast mær at fáa fatur á fleiri slíkum tølum. Talan er um seks hagapartar: - Skálatoftahagi, Skálatoftir - Presthagin (Heimi í Haga), Norðradalur - Fyri Framman, Fremripartur Streymnes - Byrgið, Haldarsvík - Dalkin, Elduvík - Prestfjall, Sunnaripartur, Hvalba 33 13.1 Skálatoftahagi, Skálatoftir Mynd 13.1 vísir samlaða talið av harum, sum eru skotnar í 'Skálatoftahaga', sum hoyrir til bygdina Skálatoftir á Borðoynni. Hesi 43 árini hevur veiðan verið millum uml. 5 (1980) og uml. 270 harur (1996). Miðaltalið av harum, sum hava verið skotnar í Skálatoftahaga hevur verið einar 125 harur um árið. Mynd 13.1: Talið av harum, sum eru skotnar í haganum 'Skálatoftahagi' á Skálatoftum á Borðoynni, árini 1970-2013. Myndina hevur Andras Samson gjørt). 13.2 Presthagin (Heimi í Haga), Norðradalur Mynd 13.2 vísir samlaða talið av harum, sum eru skotnar í 'Presthaga', eisini nevndur 'Heimi í Haga' í Norðradali árini 1976 til 2014. Hesi 39 árini hevur veiðan verið millum 24 (1979) og 127 harur (1976). Tilsamans hava teir skotið 2.871 harur hesi árini. Hetta gevur í miðal 73,6 harur um árið. 150 125 100 75 50 25 0 Presthagin (Heimi í Haga) Tal av harum 127 105 106 83 848583 86 92 76 72 51 77 89 95 94 74 91 2010 70 74 72 67 61 73 74 70 75 43 47 69 63 77 24 62 65 57 61 5047 1975 1980 1985 1990 1995 ár 2000 2005 Mynd 13.2: Talið av harum, sum eru skotnar í haganum Presthagin', eisini nevndur 'Heimi í Haga' í Norðradali árini 1976-2014. Hesi 39 árini eru tilsamans 2.871 harur skotnar í haganum. Hetta gevur í miðal 73,6 harur um árið. (Myndin byggir á tøl, sum eg havi fingið frá Annfinni Reinert). 34 13.3 Fyri Framman, Fremripartur, Streymnes Mynd 13.3 vísir samlaða talið av harum, sum eru skotnar 'Fyri Framman, Fremripartur' í Streymnesi, árini 1980 til og við 1994, og so aftur 2009 til 2014. Hesi 21 árini, sum tøl eru fyri, hevur veiðan verið millum 21 (1989) og 87 harur (1986). Tilsamans hava teir skotið 943 harur hesi árini, sum í miðal gevur 44,9 harur um árið. 100 75 50 25 0 Fyri Framman, Fremripartur 87 52 80 74 72 64 44 45 36 38 45 28 29 33 32 45 33 39 2010 23 23 21 1980 1985 1990 1995 2000 2005 Mynd 13.3: Talið av harum, sum eru skotnar í haganum 'Fyri Framman, Fremripartur' í Streymnesi árini 1980-1994 og 2009-214. Hesi 21 árini eru tilsamans 943 harur skotnar í haganum. Hetta gevur í miðal 44,9 harur um árið. (Myndin byggir á tøl, sum eg havi fingið frá Marnar Gaard). 13.4 Byrgið, Haldarsvík Mynd 13.4 vísir samlaðu haruveiðuna í 'Byrginum' í Haldórsvík árini 2001 til 2014. Veiðan hevur hesi 14 árini verið millum 3 (2014) og 66 harur (2003). Hesi árini hava teir skotið tilsamans 557 harur. í miðal 40,5 harur um árið. ár 75 50 25 0 66 Byrgið 41 35 58 54 54 51 53 51 39 28 10 3 24 Tal av harum Tal av harum 2000 2005 2010 Mynd 13.4: Talið av harum, sum eru skotnar í haganum 'Byrgið' í Haldórsvík árini 2001 til 2014. Hesi 14 árini eru tilsamans 567 harur skotnar í haganum. Hetta gevur í miðal 40,5 harur um árið. (Myndin byggir á tøl, sum eg havi fingið frá Agnar Dahl og Hans Dávid Dam). ár 35 13.5 Dalkin, Elduvík Mynd 13.5 vísir samlaðu haruveiðuna í hagapartinum 'Dalkin' í Elduvík ár 2000 og so aftur árini 2007 til 2014. Veiðan hevur hesi 9 árini verið millum 19 (2014) og 69 harur (2010). Hesi árini hava teir skotið tilsamans 424 harur, sum í miðal gevur 47,1 harur um árið. 75 50 50 0 Dalkin 25 52 40 ár 34 37 19 30 20 10 0 31 32 1516 14 2012 000000 67 69 56 2010 2000 2005 Mynd 13.5: Talið av harum, sum eru skotnar í haganum 'Dalkin' í Elduvík ár 2000 og so aftur 2007-2014. Hesi 9 árini eru tilsamans 424 harur skotnar í haganum. Hetta gevur í miðal 47,1 harur um árið. (Myndin byggir á tøl, sum eg havi fingið frá Hans Dávid Dam). 13.6 Prestfjall, Sunnaripartur, Hvalba Mynd 13.6 vísir samlaða talið av harum, sum eru skotnar í hagapartinum 'Prestfjall, Sunnaripartur', í Hvalba árini 2001 til 2014. Tey 11 árini, sum tøl eru fyri, hevur samlaða veiðan verið millum 3 og 32 harur. Tilsamans hava teir skotið 179 harur hesi árini. Hetta gevur í miðal 16,3 harur um árið. Prestfjall, Sunnaripartur 24 Tal av harum Tal av harum 1997 10 3 2002 14 000 ár 12 8 2007 Mynd 13.6: Talið av harum, sum eru skotnar í haganum 'Prestfjall, Sunnaripartur í Hvalba, ymisk ár frá 2001 til 2014. Hesi 11 árini eru tilsamans 179 harur skotnar í haganum. Hetta gevur í miðal 16,3 harur um ári (Myndin byggir á tøl, sum eg havi fingið frá Hanus Holm Stórhamar). 36 14. Haruskjóting í Vestmanna Vestmanna man vera tann bygdin í Føroyum, har mest verður gingið upp í haruskjóting. í Vestmanna eru 9 hagapartar, sum tilsamans eru 56 merkur (Mynd 14.1 og Talva 14.1). Til haruskjóting verða tveir av hagapørtunum seldir í tveimum. Umframt hesar nýggju hagapartarnar, eru eisini Kvívíksmerkur, sum eru 3 merkur og 12 gyllin, men hesin hagaparturin er skrásettur at hoyra til Kvívíkar. Sostatt eru 12 haruhagar í Vestmanna (Mynd 14.1 og 14.2). Mynd 14.1: í Vestmanna eru 9 hagapartar, sum tilsamans eru 56 merkur. í tveimum av høgunum, verða rættindini at skjóta harur seld í tveimum: Neshagi verður seldur sum Nesið (eisini nevndur Norðnes) og Brekkurnar. Fjalshagi verður seldur sum Fjallið og Reynið. Umframt hesar nýggju hagapartarnar, eru eisini Kvívíksmerkur, sum eru 3 merkur og 12 gyllin, men hesin hagaparturin er skrásettur at hoyra til Kvívíkar. Sostatt eru 12 haruhagar í Vestmanna. (Mynd: Helgi Jacobsen, Vestmanna søga). Hagapartur Dalhagi, Eystaripartur Dalhagi, Heimaripartur Heimi í Haga á Bjørgum, Eystari Heimi í Haga á Bjørgum, Vestari úti í Haga á Bjørgum Fjalshagi Heygahagi, Fremrahelvt Heygahagi, Innarahelvt Neshagi Tilsamans Markatal Vídd (merk - gyll.) (km2) áseyðatal 05-00 04-00 03-10 04-10 05-00 09-00 09-04 09-04 06-04 6,91 ? 5,06 ? 3,02 118 2,48 108 4,18 222 9,54 360 6,42 260 7,73 220 4,42 230 56 merkur 74,76 Talva 14. 1: Hagapartarnir, sum hoyra til Vestmanna. Fyri hvønn haga er víst støddin á haganum, uppgivið sum merkur og gyllin, víddin á haganum og áseyðatalið (Kelda: Hagar og seyðamark og heimasíðan: www.heimabeiti.fo, Kári Thorsteinsson, Umhvørvisstovan). 37 Vestmanna er eisini tann bygdin í Føroyum, har flestar harur verða skotnar. í 2014 skutu teir tilsamans 1.220 harur í Vestmanna, sum svarar til 13% av øllum harunum, sum vóru skotnar í Føroyum í 2014 (sí partin "4.3 Bygd" aðrastaðni í hesi frágreiðingini). í 2013 vórðu 761 harur skotnar í Vestmanna. Av teimum 7 høgunum, har flestar harur vórðu skotnar í Føroyum í 2014, vóru fýra teirra í Vestmanna (Talva 4.1). útihagin á Bjørgum var besti haruhagin i Føroyum, bæði í 2014 og í 2013. í 2014 skutu teir 214 harur í hesum haganum á tilsamans 11 túrum, í 2013 fingu teir 158 harur á 9 túrum. Av haruhøgunum í Vestmanna var Neshagi næstbestur í 2014 við 202 harum á 14 túrum, síðani Dalhagi, Eystaripartur, við 156 harum á 4 túrum (Mynd 14.2). 300 214 200 100 0 Harur skotnar í Vestmanna 2014 202 2013 156 140 95 Tal Mynd 14.2: Tal av harum, sum vórðu skotnar í 2014 og 2013 í teimum 12 haruhøgunum, sum hoyra til bygdina Vestmanna. 13.1 Sølan av haruhøgunum 87 69 66 37 í Vestmanna verða haruhagarnir seldir á uppboðssølu, sum verður hildin á Rógvugarði seinasta sunnudag í oktober mánað. Soleiðis hevur tað verið síðani 1942, tá Arni á Rógvu og aðrir tóku stig til uppboðssøluna. Øll hesi árini hevur uppboðssølan verið fyriskipað av Rógvu-familjuni. í nógv ár var tað Arni á Rógvu, sum hevði uppboðssøluna. Tá hann gjørdist gamal og ov blindur at selja, tók sonurin, Regin á Rógvu yvir og síðani 2006 hevur dóttir Regin, Eydna á Rógvu Simonsen selt haruhagarnar. Allir hagarnir hava tó ikki verið við í hesi skipanini. Haruhagarnir á Heygum: 'Heygahagi, Fremrahelvt' og 'Heygahagi, Innarahelvt' hava verið seldir fyri seg, og onkuntíð eru hagarnir á Dølum seldir longur úti í býlinginum á Rógvu. Øll hesi árini eru prísirnir, sum hagarnir eru seldir fyri og hvør keyparin er, skrivað í eina svarta lummabók, sum er í varðveitslu hjá Rógvu-familjuni. Tíðan verri er bókin fyri árini 1942 til 1965 blivin burtur, men bókin fyri árini frá 1966 og frameftir verður framvegis brúkt (Mynd 14.3). Eydna á Rógvu Simonsen hevur verið so beinasom at læna mær hesa bókina. 25 15 14 38 Mynd 14.3: Síðani 1942 hava haruhagarnir í Vestmanna verið seldir á uppboðssølu í Rógvugarði tann seinasta sunnudag í novembermánað. Prísirnir á haruhøgunum og hvør ið keypt hevur verður skrivað í hesa bókina. 13.2 Prísir á haruhøgunum Prísirnir á haruhøgunum í Vestmanna kunnu broytast nógv frá einum ári til annað. Góðar tíðir hava við sær, at kappingin millum hagarnar verður størri. Onkuntíð koma eisini avbygdarfólk til Vestmanna at bjóða, og so økist kappingin. í 1993 vórðu hagarnir seldir fyri tilsamans 29.600 kr., men í 2005 fóru teir fyri 145.000 kr., men fór so niður aftur í 65.600 kr. í 2008 (Mynd 14.4). útihagin á Bjørgum hevur mangan verið tann dýrasti. í 1988 varð hann seldur fyri 17.500 kr. ógvusligast vóru prísirnir í 2005, tá harumenn, við einum bankastjóra úr Havn, keyptu tveir haruhagar fyri tilsamans 58.000 kr.; Fjallið fyri 32.000 kr, og útihagan á Bjørgum fyri 26.000 kr. (Mynd 14.5). 150.000 100.000 50.000 Samlað 0 1965 1975 1985 1995 2005 2015 ár Mynd 14.4: Samlaði prísurin á 8 haruhøgum í Vestmanna, sum eru seldir á uppboðssølu í Rógvugarði árini 1966 til 2008. 39 Prísur Prísur Prísur Prísur Prísur Prísur Prísur Prísur Prísur 20000 15000 10000 Dalhagi, Heimari 20.000 Brekkurnar 5000 20000 15000 10000 Dalhagi, Eystari 30.000 20.000 10.000 úti í Haga á Bjørgum 5000 10.000 8.000 6.000 4.000 2.000 Reynið 30.000 20.000 10.000 Heimi í Haga á Bjørgum 30.000 20.000 10.000 20.000 10.000 0 0 1965 1975 0 1965 1975 1985 1995 2005 2015 0 1965 1975 1985 1995 2005 2015 0 1965 1975 1985 1995 2005 2015 0 1965 1975 1985 1995 2005 2015 0 1965 1975 1985 1995 2005 2015 0 1965 1975 1965 1975 1985 1995 2005 2015 1985 1995 2005 2015 Fjallið Norðnesið 1985 ár 1995 Mynd 14.5: Prísir á haruhøgum í Vestmanna, sum eru seldir á uppboðssølu í Rógvugarði árini 1966 til 2014 2005 2015 10.000 ár 40 Hví soleiðis er, veit hann ikki. Skotnar harur (tal) Areal (km2) Skotnar Byrjan harur per areal (tal/km2) 6,71 2. nov. 0,04 10. sep. 185 Veiðitíðin Endi 31. des. 28. feb. Tal av døgum 59 171 2,9 Veiða pr. dag (T ala/dag) 159,3 81,9 0,5 15. Haruskjóting í Norra Eg skal her til stuttleikar samanbera føroysku haruveiðuna við talið av harum, sum verða skotnar í Norra (Talva 15.1). í 2012 og í 2013 skutu norðmenn tilsamans einar 14.000 harur. Hóast Norra í vídd er 275 ferðir so stórt sum Føroyar, so var haruveiðan í Norra bara 50% størri enn okkara, og hóast veiðitíðin í Norra er 3 ferðir so long sum okkara (frá 10. september til 28. februar), so var veiðan fyri hvønn dag í Norra bara helvtin av veiðuni í Føroyum (82 mótvegis 159) Jon Barikmo, er "fagdirektør" á "Seksjon for miljøoverváking og kartlegging" á norska Miljø Direktoratinum. Um norsku haruveiðuna sigur hann: "Hareavskytingen i Norge har gátt sterkt tilbake de seinere ára. Pá 1990 tallet ble det skutt rundt 100 000 harer pr. ár. For jaktáret 2012 - 13 ble det skutt 14 000 harer." Føroyar 9.400 1.400 Norra 14.000 385.252 Forhold (Norra/Fø.) 1,5 275 Talva 15.1: Føroyska haruveiðan samanborið við veiðuna í Norra í 2012 og 2013. Myndir frá haruveiðu í Norra, sum Jon Barikmo hevur sent mær. í Norra er vanligt at hava hund við á haruveiðu. 41 16. Kaninir í Føroyum í harutíðini í 2013 fekk eg at vita um tvær ella tríggjar kaninir, sum vórðu skotnar í høgunum í Suðurstreymoy. Eisini aðrastaðni í Føroyum hava fólk sæð kaninir í haganum. 19. juni 2014 sóu fólk eina a kanin í haganum "Fjalli" á Strondum (Mynd 16.1) Talan er uttan iva um kaninir, sum fólk hava havt sum kelidýr, men sum so eru slopnar leysum, antin av óvart, ella tí, at eigarin ikki tímdi at hava tær longur. Kaninirnar eru so farnar út í hagan, har tær hava búleikast. So leingi talan bert er um eina einstaka kanin, er eingin trupulleiki, tí fyrr ella seinri doyr hon; antin av sær sjálvum, ella hon verður skotin av harumonnum. Um fleiri kaninir eru saman í haganum, er øðrvísi. Hesar kunnu tá kanska fáa ungar, og eftir stuttari tí, fáa vit ein stovn av kaninum í haganum. Mynd 16.1: 19. juni 2014 sóu Petur Holm Stórhamar og onnur, sum gingu í haganum, hesa kaninina renna undir "Fjalli" á Strondum. Tey ivaðust, um talan var um eina kanin ella ein villfrens, sum gekk í haganum, men eftir at myndin hevði verið umrødd á Facebook-síðuni 'Haruskjóting í Føroyum' var eingin ivi um, at her er talan um eina kanin. (Mynd: Petur Holm Stórhamar) 16.1 Kaninirnar hjá Pedda í Æðuvík 10. mars 2014 var sending í útvarpinum "Við Tórði á túri í Æðuvík". í sendingini greiðir Pedda Davidsen frá, tá hagin omanfyri Æðuvík var fullur av kaninum, tí ein kanin hevði lagt í haganum. Sendingin kann hoyrast á hesi leinkjuni: https://www.facebook.com/download/253448904860909/KaninurIAeduvik.wma í sendingini greiðir Pedda frá, at hann hevði fingið eitt kaninpar úr Søldarfirði. Hann hevði kaninirnar heima, har tær fyri tað mesta gingu leysar. Kaninirnar fingu ungar, men teir flestu ungarnir vórðu tiknir av kettum. Men so eitt árið hevði kaninin lagt uppi í haganum, og teir ungarnir komu ongantíð aftur. Hesir ungarnir blivu styggir og formeraðu seg til fleiri hundrað kaninir, greiðir Pedda frá. Kaninirnar hildu til líka frá Nøvini, eystur um Nesið og heim gjøgnum Líðina. Tá kaninirnar komu, hvurvu harurnar í økinum, greiðir Pedda frá. Harumenninir dámdu hetta einki, sigur Pedda, 42 men har var einki at gera. í staðin fyri at skjóta harur, skutu teir nú kaninir í Æðuvík. Petta sigur, at tað eina árið skeyt hann sjálvur einar 50 kaninir. Einaferð fekk hann tvær kaninir í einum skoti. Kaninirnar gróvu holur í haganum, men Pedda sigur, at av tí, at tað ikki er so nógv at grava í har í haganum, so gjørdu kaninirnar ikki stórvegis skaða á hagan. Kaninirnar hjá Pedda vóru í haganum í Æðuvík í eini 10 ár, men tá stórkavi kom, veturin 1978/79 doyðu allar kaninirnar. Hetta er søgan um, hvussu ein einstøk kanin gjørdist til fleiri hundrað, men tær hvurvu so líka brádliga aftur, sum tær vórðu komnar. í bókini "Heimur okkara - Alfrøði", er eitt av evnunum, sum verða umrødd 'Harur og kaninir' (s. 98). Her verður millum annað sagt "Villkaninin leggur minst 20 ungar um árið, og tí eru kaninir nógvastaðni vanligastu súgdýr". Kaninir hava eisini verið í haganum í Suðuroynni um ár 1900, bæði við Froðbiarnípuni og í Trongisvági. í bókini "Heimur okkara - Alfrøði" verður sagt, "Um aldaskiftið (t.e. 1900) løgdust tær út í Suðuroy og nørdust skjótt, men so fækkaðust tær aftur, og nú er eingin eftir" 16.2 Náttúrugripasavnið ørkymlað um støðuna á Náttúrugripasavninum eru tey eitt sindur ørkymlað um støðuna, at kaninir leggjast í hagan. 2. desember 2014 kom Náttúrugripasavnið við hesum tíðindaskrivinum: Vandamiklar kaninir "Tá menn vóru og skutu harur í Havnadali herfyri, var ein kanin ímillum harurnar. Hetta er ikki fyrsta kaninin, sum hevur reikað í einum føroyskum haga. Náttúrugripasavnið hevur frætt um aðrar kaninir uttangarðs í Streymoynni, Eysturoynni og Suðuroynni. Eisini hevur ein verið at sæð í lundalandi í Mykinesi. Náttúrugripasavnið er sera ørkymlað av at hoyra um kaninir í føroysku náttúruni. Tær hoyra ikki heima her, og byrja tær at nørast, kann roknast við skaða á okkara djóra og plantulív. Kanin kann nørast í føroysku náttúruni. Tað gjørdur tær í Froðbiarnípu og Trongisvági í 1800-talinum, men tíbetur hvurvu tær aftur. í íslandi eru tær farnar at nørast í fleiri støðum, og har gera tær skaða bæði í náttúru og í gørðum. Tær verða roknaðar sum ein hóttan fyri lundastovnin í Vestmannaoyggjunum. Umframt at vera til skaða fyri lundalond í Skotlandi, hava kaninir eisini gjørt skaða á fornminni og elvt til skriðulop har. í Avstralia eru tær nú heilt bannaðar, og roknað verður við, at tær gera skaðar fyri milliardir á hvørjum ári. Kaninir eru fitt kelidjór, men tá tær sleppa út í náttúruna, eru tær ikki kelidjór longur. Ein kunngerð er í gildi, sum staðfestir, at einki djóraslag, ið ikki hoyrir heima í føroysku náttúruni, kann sleppast út. Hetta umfatar eisini tær kaninir, ið fólk hava, og sum ofta 43 reika leysar ímillum húsini. Eigarin brýtur lógina, tá ein kanin fer út í náttúruna - eisini um hon er rýmd úr búri - og sambært kunngerðini verður eigarin straffaður við bót. Vill kanin minnir um haru, men hevur styttri oyru og styttri bakbein, og tær hava ikki somu myrku blettir á hala og oyru. Tó, tær kaninir, ið vit kunnu vænta at síggja her, líkjast ikki heilt teimum villu kaninunum. Støddin er misjøvn og tær hava ofta hangandi oyru og eru øðrvísi littar. Tey stuttu bakbeinini er helst besta eyðkennið. Náttúrugripasavnið frættir fegið frá fólki, ið hevur sæð kaninir uttangarðs." 1. Samandráttur Hetta er sætta frágreiðingin, sum eg skrivi um haruveiðuna í Føroyum. Fyrsta royndin var gjørd í 2012. í yvirlitinum eru tilsamans 6.409 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2017. Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 780 harutúrum í 263 hagapørtum kring landið. Helvtin av harunum vórðu skotar í 35 hagapørtum, av hesum vórðu 1.689 harur, tað er 25%, skotnar í 13 hagapørtum. í 20 teimum bestu haruhøgunum skutu teir tilsamans 2.279 harur, sum er 36% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2017. Nógv teir raskastu at skjóta harur í Føroyum í 2017 vóru teir, sum skutu í "Skálatoftahaga", sum hoyrir til avtoftaðu bygdina Skálatoftir á Borðoynni. Teir skutu tilsamans 280 harur, sum teir fingu á 7 túrum. Teimum á baki vóru teir í "Neshaga", eisini nevndur "Norðurnesið", í Vestmanna við 172 harum á 14 túrum. á triðja plássi vóru harumenninir í "Norðurtriðingur - Norðaripartur", í Sørvági, eisini nevndur "Norðurtriðingur - Uttanfyri ánna". Teir fingu 146 harum á 10 túrum. Verður hædd tikið fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Eftir hesum útrokningarháttinum, lá best fyri í hagapartinum "Bergið" í árnafirði. í hesum hagunum var ein einstakur maður tveir túrar, og samlaða úrslitið gjørdist 32,0 harur pr. byrsu pr. dag. Næstbestur var Myrkjanoyrarhagi, eisini nevndur "Biskupstøðhagi" í Klaksvík. Har var miðal úrslitið fyri tveir túrar, 13,5 harur pr. byrsu pr. dag. á triðja plássi var hagin "Byrgið" í Kunoy, har ein einsamallur maður ein dag fekk 11 harur. Fyri alt landið vórðu skotnar 3,18 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er meir enn bæði í 2016 og 2015, tá miðalveiðan var ávikavist 2,38 og 2,36 harur pr. byrsu hvønn dagin, men á leið tað sama sum í 2014 og 2013, tá veiðan var ávikavist 3,1 og 2,9 harur pr. byrsu hvønn dagin. Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 2.736 harur, sum er 43% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2017. í Vágum skutu teir 1.351 harur, í Eysturoynni 896 og á Borðoynni 695 harur. Vestmanna er, eins og undanfarin ár, tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2017. Tilsamans skutu vestmenningar 693 harur á 59 túrum. Fyrsta dag, loyvt var at skjóta haru í 2017, var hósdagin 2. november. Hendan dagin fingu teir tilsamans 681 harur, sum vórðu skotnar í 50 hagapørtum kring landið. Fyrsta leygardag, 4. november, fingur teir 939 harur í 72 høgum. á teimum 780 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2017, var veiðan millum 0 og 92 harur hvønn túrin. Vanligast var at fáa 1 til 4 harur á einum túri. í miðal vórðu skotnar 8,14 harur á hvørjum túri í 2017. Hetta er eitt sindur meira enn bæði í 2016 og 2015, tá teir fingu ávikavist 6,40 og 6,23 harur í miðal hvønn túrin, men á leið tað sama sum í 2014 og 2013, tá miðaltalið var ávikavist 8,12 og 8,2 harur pr. túr. Talið av skjúttum á hvørjum harutúri í 2017 var millum 1 og 17. Helvtin av túrunum vóru teir 2 ella færri skjúttar á hvørjum túri. 252 ferðir (32%) var bert ein maður og skeyt. Mett verður, at í 2017 skutu umleið 900 ymiskir mans harur í Føroyum. Hetta er eitt sindur meir enn bæði í 2016 og í 2015, tá ávikavist 700 og 800 mans skutu harur, men nógv minni enn í 2014, tá 1.200 mans skutu harur í Føroyum. 4 2. Innsavning av veiðutølum Hetta er sætta royndin hjá mær at fáa fatur á upplýsingum um haruveiðuna í Føroyum. Fyrsta royndin varð gjørd í 2012, og hevur skrásetingin av haruveiðuni síðani verið gjørd á hvørjum ári, og tá harutíðin er liðug, er frágreiðing skrivað. Tær fimm frágreiðingarnar, sum eru komnar, eru: Magnussen, E. (2017). Haruveiðan í Føroyum 2016. NVDrit 2016:02, p. 1-42. Kann lesast her. Magnussen, E. (2016). Haruveiðan í Føroyum 2015. NVDrit 2016:02, p. 1-44. Kann lesast her. Magnussen, E. (2015). Haruveiðan í Føroyum 2014 og annað tilfar um føroysku haruna. NVDrit 2015:01, p. 1-75. Kann lesast her. Magnussen, E. (2014). Haruveiðan í Føroyum 2013. NVDrit 2014:02, p. 1-57. Kann lesast her. Magnussen, E. (2013). Haruveiðan í Føroyum 2012. NVDrit 2013:02, p. 1-44. Kann lesast her. Fyrstu árini var skrásetingin av føroysku haruveiðuni gjørd í Facebook-bólkinum "Haruskjóting í Føroyum". Hetta er ein afturlatin bólkur, sum framvegis er virkin, og sum 8. februar 2018 hevði 2.367 limir. Haruhagtølini, sum eru við í hesi frágreiðing, byggja á upplýsingar, sum eru fingnar frá 243 harumonnum og øðrum heimildarfólkum kring landið. Teir hava fyri tað mesta sjálvir tastað upplýsingarnar inn á heimasíðuna "Haran.fo", men eftir at harutíðin var liðug, skrivaði eg og ringdi til fleiri mans, sum eg av royndum undanfarnu árini visti, plagdu at skjóta í høgum, har haruúrslitini enn ikki vóru skrásett. á hendan hátt, fekk eg fatur á eini 270 túrum, sum annars ikki vóru skrásettir. Harumenninir skráseta sum sagt sjálvir úrslitini inn í skipanina á heimasíðuni "Haran.fo". Fyri at skráseta, skalt tú trýsta á ein knøtt, sum er ovast á síðuni í høgra horni "Skráset Harutúr". Her eru sjey felt, sum skulu fyllast úr: ? Oyggj ? Bygd/Býur ? Hagi ? Dato ? T al av skotnum harum ? T al av byrsum" ? Heimildarfólk. Tá feltini eru útfylt, verða úrslitini løgd inn í skipanina. Her ber til síggja øll úrslitini, sum eru skrásett, og til ber at fylgja við gongdini í haruveiðuni kring landið (Mynd 2.1). á einum grafi mitt á síðuni sæst, hvussu veiðan hevur verið dag fyri dag og hvussu nógvir túrar hava verið gjørdir. Til ber at síggja, hvussu nógvar harur tilsamans eru skotnar í hvørjari oyggj, bygd og haga kring landið. Eisini sæst hvussu nógvar harur eru skotnar hvørja viku og hvønn dag í harutíðini. 7 Samandráttur av úrslitunum frá innsavningini í 2017 er víst í talvu 2.1. Umframt upplýsingar frá teimum 780 einstøku túrunum, sum vórðu skrásettir, eru eisini upplýsingar fyri samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í trimum høgum, og upplýsingar um 28 hagar, har teir ikki hava skotið harur í 2017, og tveir hagar, sum eru skotnir saman við grannahøgunum. Samlaða talið kemur sostatt upp á 813 skrásetingar fyri árið 2017. Talva 2.1: Upplýsingar um harutølini, sum vórðu savnaði saman fyri veiðitíðina 2017. Tal av skotnum harum 6.409 Tal av harutúrum 780 Tal av hagapørtum 263 Tal av bygdum 78 Tal av oyggjum 15 Tal av heimildarfólkum 243 Mynd 2.1: Forsíðuni av heimasíðuni "Haran.fo". 8 2.1 Hvussu fullfíggjað er kanningin? Kanningin byggir á upplýsingar frá 813 skrásetingum í 263 ymiskum hagapørtum kring landið. Eg havi tíanverri ikki fingið fatur á úrslitunum frá øllum harutúrunum, sum vóru gjørdir í 2017. Men hóast hetta, so vísa tølini týðiliga, at bæði talið av skrásettum túrum, skrásettum harum, og hvussu nógvir hagar eru við í hesi kanningini, er hægri enn í 2016. Hetta kemst helst av, at áhugin fyri at skjóta var størri í 2017 enn í 2016, av tí at meira var at fáa. Eisini havi eg í januar mánað ringt og skrivað til harumenn, við áheitan um, at fáa teir at skráseta túrarnar, sum teir annars ikki høvdu gjørt. Hetta økti um skrásetta túratalið við eini 270 túrum. í 2016 ringdi eg ikki runt til til harumenninar, fyri at fáa teir at skráseta. Hetta er sostatt ein partur av frágreiðingin hví 813 túrar vórðu skrásettir fyri 2017, men bara 641 túrar í 2016 (Talva 2.1 og Talva 3.1) Fyri at meta um hvussu fullfíggjað kanningin er, havi eg gjørt eitt yvirlit, sum vísir, hvussu nógvir hagapartar eru í teimum 15 oyggjunum, har hara finst, og úr hvussu nógvum av hesum hagapørtunum eg havi fingið harutøl frá í veiðutíðini í 2017. úrslitini eru víst í talvu 2.2. í Føroyum eru tilsamans 458 hagapartar, har møguligt er at skjóta haru (Talva 2.2). Eingin hara er í Koltri, Stóru Dímun og Lítlu Dímun. Flest hagapartar eru í Eysturoynni (113), Streymoynni (82) og í Suðuroynni (78). í hesi kanningini eru harutøl fingin fyri 263 hagapartar, sum svarar til 57 % av øllum høgunum í Føroyum, har møguleiki er at skjóta harur. Flest tøl eru fingin úr Streymoynni, har veiðitøl eru fingin fyri allar 82 hagarnar, sum eru í oynni. í Vágum eru eisini tøl fyri allar 38 hagarnar, sum eru í oynni, í Eysturoynni eru tøl fyri 56 hagar (50%) og í Borðoynni 13 hagar (52%) (Talva 2.2). Oyggj Tal av markatals- bydgum Tal av høgum á oynni 9 9 16 25 12 22 113 82 38 4 2 3 40 5 78 458 Við haru- % tølum Fugloy Svínoy Viðoy Borðoy Kunoy Kalsoy Eysturoy 20 Streymoy 19 Vágar Mykines Hestur Nólsoy Sandoy Skúgvoy Suðuroy 10 Samlað 83 2 1 2 8 3 4 Øll Øll Øll Øll Øll Øll Øll Øll oyggin 100 oyggin 100 oyggin 100 13 52 oyggin 100 3 14 56 50 oyggin 100 oyggin 100 oyggin 100 1 50 oyggin 100 4 10 1 20 16 21 263 57 5 1 1 1 5 1 Talva 2.2: Tal av markatalsbygdum á hvørjari oyggj har hara finst og talið av hagapørtum, sum hoyra til bygdirnar. Hara er ikki í Koltri, Stóru Dímun og Lítlu Dímun. Høgrumegin sæst talið av hagapørtum, sum eru við í uppteljingini av haruveiðuni í Føroyum í 2017, og hvussu stóran prosentpart hetta svarar til, í mun til talið av høgum, sum eru í oynni. Av teimum 263 høgunum, sum tøl eru fingin fyri í 2017, varð skotið í 235 høgum. í 28 av høgunum varð ikki skotið. Markatalsbygdir eru bygdir, ið nevndar eru í elstu jarðarbókum. 9 3. Hvussu nógvar harur vórðu skotnar í 2017? Sambært hesi skrásetingini, vórðu tilsaman 6.409 harur skotnar í Føroyum í 2017 (Talva 3.1 og Mynd 3.1). Hetta talið er tó ikki heilt fullfíggjað, tí tað eru uttan iva veiðitøl, sum tað ikki er eydnast mær at fáa fatur á. Hvussu nógv tøl mangla, er ringt at meta neyvt um. Eg vænti tó, at eg havi fingið fatur av flestu av teimum "stóru tølunum". Samlaða haruveiðan í 2017 man tí helst hava verið eitt sindur hægri enn tær 6.409 harurnar, sum vórðu skrásettar fyri 2017. Samlað talið av skotnum harum man helst liggja um tær 6.500 harurnar. Tær 6.409 skotnu harurnar, sum eru skrásettar í 2017, eru 2,2 ferðir veiðuna og 1,7 ferðir túratalið samanborið við 2016. Tá skutu teir 2.950 harur á 451 túrum. Men samanborið við 2014, vóru bæði veiðan og túratalið í 2017 bara umleið tveir triðingar av tí, sum varð skotið fyri trimum árum síðani, tá teir skutu 9.318 harurnar á 1.123 túrum (Talva 3.1). Upplýsingar 2017 2016 2015 2014 2013 2012 Tal av skrásettum skotnum harum Tal av harutúrum Tal av hagapørtum Tal av bygdum Tal av oyggjum Tal av heimildarfólkum 6.409 2.950 4.012 780 451 636 263 187 197 78 67 67 15 15 14 243 193 212 9.318 1.123 348 88 15 366 7.756 5.381 904 649 269 199 77 68 15 13 283 183 Talva 3.1: Upplýsingar um harutølini, sum vórðu savnaði saman í veiðitíðini, árini 2012 til 2017. 5.318 Samlað tal av skotnum harum í Føroyum 9000 6000 3000 0 2.950 2016 2017 7.756 4.012 6.409 2012 2013 2014 2015 ár 9.318 Mynd 3.1:Samlað tal av skrásettum skotnum harum í Føroyum, árini 2012-2017. 10 Tal av harum 3.1 Hagapartar Tað er sera ymiskt hvussu nógvar harur vórðu skotnar í teimum ymisku høgunum kring landið; frá einari haru til 280 harur, í tí haganum, har flestar harur vóru skotnar. úrslitið fyri teir 20 bestu haruhagarnar í Føroyum í 2017 er víst í talvu 3.2. í hesum 20 haruhøgunum vórðu skotnar tilsaman 2.279 harur, sum svarar til 36% av øllum harunum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2017. Teir, sum skutu nógv flestar harur í 2017 vóru teir, ið skutu í Skálatoftahaga, sum hoyrir til ta avtoftaðu bygdina Skálatoftir á vestursíðuni, norðarlaga á Borðoynni. Teir skutu tilsamans 280 harur, sum teir fingu á 7 túrum. Teimum á baki vóru teir í Neshaga, eisini nevndur Norðurnesið, í Vestmanna, við 172 harum á 14 túrum. á triðja plássi vóru harumenninir í "Norðurtriðingur - Norðaripartur" í Sørvági, eisini nevndur "Norðurtriðingur - Uttanfyri ánna". Teir fingu 146 harur á 14 túrum (Talva 3.2). úrslitini frá teimum einstøku harutúrunum í Føroyum í 2017, skipað eftir oyggj, bygd, hagaparti og dato er víst í Appendix á síðu 32 - 51. Hagapartur 1. Skálatoftahagi 2. Neshagi (Norðurnesið) 3. Norðurtriðingur - Norðaripartur á 4. Dúvugarðahagi - Heimanfyri Glyvur 5. Sjeyndir (Norðan Kamb) 6. Norðuri í Haga (Junkarahagi) 7. Fyri Norðan á (Partur av Norðurhelvt) 8. Botnar 9. Norðan á 10. Heimaraleiti 11. Tormanshagi 12. Fyri Norðan 13. Norðurtriðingur - Sunnaripartur (Vørðufelli) 14. Gásafellið (partur av Ognarhaganum) 15. Suðurhelvt (Slættaratindur) 16. Sundshagi 17. Ognarhagin 18. Fjallið (partur av Fjalshaga) 19. áarhagi - Miðrøktin 20. Brekkurnar (Partur av Neshaga) Bygd Samlað tal av skotnum harum Skálatoftir 280 Vestmanna 172 Sørvágur 146 Saksun 123 Tjørnuvík 121 Kvívík 118 Eiði 109 Funningur 107 Haldarsvík 107 Miðvágur 106 Bøur 102 Kunoy 99 Sørvágur 99 Kvívík 91 Eiði 86 Sandavágur 86 árnafjørður 85 Vestmanna 84 Kaldbak 82 Vestmanna 76 Tal av túrum 7 14 10 8 5 3 9 9 18 19 4 9 12 12 7 12 10 4 5 15 192 Samlað 2.279 Talva 3.2: Talvan vísir teir 20 hagapartarnar í Føroyum, har flestar harur vórðu skotnar í 2017. Eisini sæst hvussu nógvir túrar vórðu gjørdir í hesum hagapørtunum. Tær 2.279 harurnar, sum vórðu skotnar í hesum 20 hagapørtunum, svarar til 36% av øllum harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2017. 11 í talvu 3.2 hava vit einans hugt at, hvussu nógvar harur vóru skotnar í hvørjum hagaparti, men hava ikki mett um innsatsin, sum var gjørdur, fyri at fáa fatur á hesum harunum. Vit vita jú, at tað er rættuliga ymiskt, hvussu nógvir túrar verða gjørdir í hvørjum haga, og hvussu nógvir skjúttar eru við. í tí haganum, har teir skutu oftast, vóru teir 19 túrar, og talið skjúttum var millum1 og 17 á teimum ymisku túrunum kring landið. Hvussu nógvar harur, ið verða skotnar í einum hagaparti, eitt ávíst ár, er í høvuðsheitum tengt at 6 viðurskiftum: ? Hvussu nógv er til av haru í haganum. ? Hvussu veðurlíkindini eru. ? Hvussu nógvir túrar verða gjørdir. ? Hvussu nógvir skjúttar eru við. ? Hvussu royndir skjúttarnir eru. ? Hvussu langir túrarnir eru. Hvussu nógv er til av haru, veðurlíkindini, royndirnar hjá skjúttunum og hvussu langir túrarnir eru, fáa vit ikki gjørt nakað við. Men í útrokningunum kunna vit taka hædd fyri, hvussu nógvir túrar verða gjørdir og hvussu nógvir skjúttar eru við hvønn túrin. Tá fáa vit eitt úrslit, sum vísir, hvussu nógvar harur eru skotnar pr. dag pr. byrsu. úrslitini frá hesi útrokningin er víst í talvu 3.4. Hagapartur Bergið Myrkjanoyrarhagi (Biskupstøðhagi) Byrgið Yviri á Skarðhamri Heimarahelvt Búðadalur Bíggjarhagi - Eystastipartur áarhagi - Heimanfyri Norðarahelvt í Sundunum Fyri oman Rætt - Fjallið Samlað fyri alt landið Bygd árnafjørður Klaksvík Kunoy Hvannasund Nólsoy Haraldssund Kaldbak Kaldbak Streymnes Gjógv Samlað Tal av Tal av tal av túrum harum byrsum 2 64 2 2 37 4 1 11 1 1 32 3 1 10 1 2 23 3 1 17 2 1 17 2 1 16 2 2 16 2 780 6.347 2.148 Tal av harum pr. byrsu pr.dag 32,0 13,5 11,0 10,7 10,0 9,0 8,5 8,5 8,0 8,0 3,18 Talva 3.4: Standardiserað haruveiða. Talvan vísir teir 10 hagapartarnar, har flestar harur vórðu skotnar í 2017, tá hædd verður tikið fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gjørdir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin. Umframt tær 6.347 harurnar, sum vórðu skotnar á teimum 780 einstøku túrunum, eru eisini 62 harur skrásettar, har hvørki, dato, túratal ella tal av byrsum eru upplýst. Hesar íroknað, kemur samlaða harutalið upp á 6.409. 12 í 2017 vóru tilsamans 2.148 byrsur í føroysku høgunum, sum hvør í miðal skeyt 3,18 harur hvønn dagin. Eftir hesum útrokningarháttinum, lá best fyri í hagapartinum "Bergið" í árnafirði. í hesum hagunum var ein einstakur maður tveir túrar, har hann skeyt ávikavist 40 og 24 harur hvønn dagin. Næstbestur var Myrkjanoyrarhagi, eisini nevndur Biskupstøðhagi í Klaksvík, har teir í miðal skutu 13,5 harur pr byrsu hvønn dagin. á triðja plássi var hagin "Byrgið" í Kunoy, har ein einsamallur maður ein dag fekk 11 harur (Talva 3.4). Fyri alt landið vórðu skotnar 3,18 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er meir enn bæði í 2016 og 2015, tá miðalveiðan var ávikavist 2,38 og 2,36 harur pr. byrsu hvønn dagin, men á leið tað sama sum í 2014 og 2013, tá veiðan var ávikavist 3,1 og 2,9 harur pr. byrsu hvønn dagin. Tað er sera ymiskt hvussu nógvar harur vórðu skotnar í teimum ymisku høgunum kring landið; frá einari haru, til 280 harur í tí haganum, har teir fingu mest (Mynd 3.1). Av teimum 235 høgunum, har skotið varð í 2017, varð helvtin av samlaðu árligu veiðuni skotin í 35 høgum, av hesum vórðu 25% av harunum skotnar í 13 teimum bestu høgunum, tað eru 1.689 harur. (Mynd 3.2). Tey fyrstu 25% av harunum, har teir fingu fægst harur, vórðu skotnar í 160 hagapørtunum. Mynd 3.1: Myndin vísir býtið av samlaðu haruveiðuna í teimum 235 høgunum, hara teir skutu harur í Føroyum í 2017. Mynd 3.2: Myndin vísir, hvussu stórur prosent-partur av harunum vóru skotnar í hvørjum av teimum 235 høgunum kring landið. Teir bestu hagarnir eru til høgru á myndini, teir vánaligastu til vinstur. Tey fyrstu 25% av teimum íalt 6.409 harunum vórðu skotnar í 161 ymiskum hagapørtum, 50 % í 201 av høgunum og 75% í 223 av høgunum. Tey seinastu 25% eru skotin í 13 teimum bestu høgunum. 13 3.2 Oyggj Eins og undanfarin ár, vóru eisini flestu harurnar í 2017 skotnar í Streymoynni; íalt 2.736 harur, sum svarar til 43% av øllum harunum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2017 (Mynd 3.3). At sløk helvtin av øllum harunum í Føroyum verða skotnar í Streymoynni er vanligt. í 2012 vóru 47% av teimum føroysku harunum skotnar í Streymoynni, í 2013, 45%, í 2014, 42%, í 2015, 40% og í 2016, 43%. Tað var eisini á Streymoynni, at flestu túrarnir vórðu gjørdir í 2017, íalt 314 túrar, sum svarar til 39% av øllum túrunum, sum vórðu gingnir í Føroyum í 2017. í 2016 vóru 43% av øllum túrunum gjørdir á Streymoynni. Næstflestar harur vórðu skotnar í Vágunum, har teir tilsamans fingu 1.351 harur á 181 túrum. í Eysturoynni skutur teir 896 harur í 2017, og á Borðoynni 695 harur (Mynd 3.3). 3000 2500 2000 1500 1000 500 0 Tal av skotnum harum Tal av harutúrum 2736 314 1351 896 300 200 100 141 65 27 24 11 9 4 1 0 0 181 Tal Tal 695 201 167 41 26 29 24 13 2 9 5 4 1 1 4 Mynd 3.3: Myndin vísir, hvussu nógvar harur vórðu skotnar tilsamans í hvørjari oyggj í 2017 (vinstrumegin) og hvussu nógvir harutúrar vórðu gjørdir (høgrumegin). 149 14 3.3 Bygd Vestmanna var, eins og undanfarin ár, tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar 2017. Tilsaman skutu vestmenningar 693 harur á 59 túrum (Mynd 3.4). Men hetta er bert góð helvt av tí, sum teir fingu í 2014, tá vestmenningar skutu 1.120 harur á 74 túrum. Næstflestar harur skutu teir í Sørvági, 385 harur á 49 túrum. á triðja plássi er Kvívík við 372 harum á 35 túrum og á fjórða og fimta plássi er Miðvágur og Sandavágur við 369 og 310 harum, sum teir fingu á ávikavist 64 og 47 túrum. 600 400 200 693 60 59 385 372 369 40 49 64 47 Tal av skotnum harum Tal av harutúrum 310 284 280 246 35 32 Tal Tal 20 00 203 195 24 7 20 13 Mynd 3.4: Myndin vísir, hvussu nógvar harur vórðu skotnar í tíggju teimum bestu bygdunum í Føroyum í 2017 (vinstrumegin), og hvussu nógvir harutúrar vórðu gjørdir í hesum bygdunum (høgrumegin). 15 3.4 útvaldir dagar Hóast tað í Føroyum er loyvt at skjóta haru einar 50 dagar um árið, so verður tó mest skotið leygardagar, umframt fyrsta dag og so dagarnar millum jól og nýggjár. Tølini vísa, at umleið helvtin av harunum vórðu skotnar ta fyrstu og seinastu vikuna í veiðitíðini, og sløk helvtin av øllum túrunum vórðu eisini gingnir hesar báðar vikurnar (Mynd 3.5); 27% av øllum harunum vórðu skotnar ta fyrstu vikuna og 20% ta seinastu vikuna, meðan ávikavist 16% og 24% av øllum túrunum vórðu gingnir hesar báðar vikurnar (Mynd 3.5). á mynd 3.6 er víst, hvussu veiðan var 13 ávísar dagar í veiðitíðini í 2017: Fyrsta dag, átta fylgjandi leygardagar, og so teir fýra dagarnar eftir jól. Av teimum tilsamans 780 harutúrunum í 2017, har dato er givið, vórðu íalt 4.633 harur skotnar (72%), og 68% av túrunum gingnir hesar 13 dagarnar (Mynd 3.5). Fyrsta dag loyvt var at skjóta harur í 2017 var hósdagin 2. november. Hendan dagin, vórðu tilsamans 681 harur skotnar í 50 hagapørtum kring landið. Fyrsti leygardagur var 4. november. Tá skutu teir 939 harur í 72 høgum, og var hetta tann besti einstaki harudagurin í árinum (Mynd 3.6). Dagarnar eftir jól, royndust rímiliga góðir. Tal av skotnum harum 1500 1000 500 0 1721 200 150 100 50 359 211 260 327 735 101 44 45 46 47 48 49 50 51 52 Vikunummar 0 44 45 46 47 48 49 50 51 52 961 481 127 1281 Mynd 3.5: Myndin vísir, hvussu nógvar harur vórðu skotnar hvørja viku í 2017 (vinstrumegin), og í hvussu nógvir harutúrar vórðu gjørdir hesa vikuna (høgrumegin). Vikan byrjar mánadag og enda leygardag. í 2017 var fyrsti harudagur hósdagin 2. november. 1000 800 600 400 200 0 Tal av skotnum harum 80 60 Tal av hagapartum 58 36 3839 28 29 681 673 40 401 20 0 50 939 72 197 69 48 273 10 12 245 227 238 19 67 575 Mynd 3.6: Myndin vísir, hvussu nógvar harur vórðu skotnar 13 ávísar dagar í 2017 (vinstrumegin), og í hvussu nógvum hagapørtum, skotið varð í (høgrumegin). Talan er um fyrsta dag, átta fylgjandi leygardagar, og so teir fýra dagarnar eftir jól. Tal av harutúrum 66 80 44 48 46 77 Vikunummar 187 6967 Tal Tal Tal Tal 16 3.5 Veiða dag fyri dag í 2017 og 2016 í hesi kanningini er skrásetingin av haruveiðuni gjørd fyri hvønn einstakan dag, sum skotið hevur verið. Tí ber til at gera upp, hvussu veiðan hevur hilnast gjøgnum árið, dag fyri dag, og at samanbera veiðuna við undanfarin ár. úrslitið frá hesi samanbering er víst á mynd 3.7. Mynd 3.7: Myndin vísir talið av harum ( ?? ), sum eru skotnar hvønn dagin í veiðitíðini, 2. november til 30. desember 2017, og hvussu nógvir túrar eru gjørdir teir einstøku dagarnar (- - - - - ). úrslitið fyri 2017 (reyðu linjurnar) er samanborið við 2016 (bláu linjurnar). Fyri tríggjar hagar er bara tað samlaða talið av harum uppgivið. Har fingu teir tilsamans 62 harur. Fyri fýra túrar er dato ókent, har teir fingu tilsaman 11 harur. Samlaða úrslitið fyri 2017 gjørdist sostatt 6.409 harur. í 2017 var fyrsti dagur, har loyvt var at skjóta harur, hósdagur 2. november. Hendan dagin, vórðu tilsamans 681 harur skotnar á 50 túrum kring landið (Mynd 3.6). í 2016 var fyrsti harudagur mikudagur 2. november. Tann dagin fingur teir 558 harur á 39 túrum. Fyrsta leygardag í 2017 skutur teir 939 harur 72 túrum, samanborið við 399 harur á 39 túrum fyrsta leygardag í 2016. Samanbera vit haruveiðuna í 2017 við 2016 (Mynd 3.7), síggja vit, at sum heild royndist 2017 betur gjøgnum alla veiðitíðina, og samlaða úrslitið gjørdist tí eisini at, talið av skotnum harum í 2017 var meir enn dupult so høgt sum í 2016, og túratalið 73% hægri enn í 2017. 17 3.6 Hvussu nógvar harur fingu teir hvønn túrin? á teimum 780 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2017, var veiðan millum 0 og 92 harur á hvørjum túri (Mynd 3.8). Tað vanligasta var at fáa 1-4 harur á einum túri. Hetta var veiðan á 44% av túrunum. á 95 túrum (21%) fingu teir bara eina haru, 79 túrar (18%) fingu teir tvær harur, 84 túrar (19%) fingu teir tríggjar harur og á 84 túrum (19%) fingu teir fýra harur. í miðal vórðu skotnar 8,14 harur á hvørjum túri í 2017. Hetta er eitt sindur meira enn bæði í 2016 og 2015, tá teir i miðal fingu ávikavist 6,40 og 6,23 harur hvønn túrin, men á leið tað sama sum í bæði 2014 og 2013, tá miðaltalið var ávikavist 8,12 og 8,2 harur pr. túr. Einans 9 túrar eru uppgivnir, har teir onga haru siga seg at hava fingið. Men hetta talið er uttan iva alt ov lágt, tí tað eru helst fleiri bummtúrar, sum ikki eru uppgivnir. 300 200 100 0 342 197 Hvussu nógvar harur fingu teir hvønn túrin ? 82 57 26 27 11 12 3 3 11 Tal av harum pr túr Tal av túrum 9 Mynd 3.8: Myndin vísir, hvussu nógvar harur vórðu fingnar á hvørjum túri á teimum 780 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2017. úrslitið av teimum fimm bestu harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2017 eru vístir í talvu 3.5. Tveir teir bestu túrarnir vórðu gjørdur í Skálatoftahaga, sum liggur á vestursíðuni, norðarlaga á Borðoynna. Har skutu teir tveir fylgjandi dagar tilsamans 167 harur; 92 harur 29. desember og 75 harur dagin eftir (Talva 3.5). Hagapartur Skálatoftahagi Skálatoftahagi Norðuri í Haga (Junkarahagi) Tormanshagi Klappjakt (4 hagar) Bygd Skálatoftir Skálatoftir Kvívík Bøur Trongisvágur Dato 29. des. 30. des. 16. des. 3. nov. 4. nov. Tal av Tal av harum monnum 92 11 75 6 68 10 65 8 63 17 Talva 3.5: Fimm teir bestu harutúrarnir, sum vórðu gjørdir í 2017. 18 3.7 Hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin? Talið av skjúttum, sum vóru við á harutúrunum í 2017, var millum 1 og 17. Helvtina av túrunum (medianurin) vóru 2,0 skjúttar ella færri og skutu. Sæð yvir alla veiðitíðina, var tað mest vanliga, at ein einsamallur maður var og skeyt (Mynd 3.9). Hetta hendi á 252 túrum (32%). á 200 túrum (26%) vóru tvær byrsur. Tá flest mans skutu á einum túri, vóru teir 17. Hetta var á "Klappjaktini" í Trongisvági 4. november, har teir fingu 63 harur. Samlaða býtið av talinum av skjúttum, sum vóru við teir ymisku túrarnar í 2017 er neyvt tað sama sum bæði í 2016 og 2015 (Mynd 3.9) Hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin? 32 26 16 10 30 20 10 0 Mynd 3.9: Talið á skjúttum, sum vóru við á teimum 780 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í Føroyum í 2017. Túratal (%) 6 5 1 1 0.6 1.2 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 13 17 Tal av skjúttum 0.1 0.1 0.1 Mynd 3.10: Talið á skjúttum, sum vóru við á hvørjum harutúri í 2016 (451 túrar) og 2015 (636 túrar). 19 3.8. Hvussu nógvir mans skutu harur í Føroyum í 2017? Sambært hesi skrásetingini, vórðu tilsaman 6.409 harur skotnar í Føroyum í 2017 (Talva 2.1), men hvussu nógvir mans hava skotið hesar harurnar? Hetta vita vit ikki neyvt, tí vit hava ongi tøl um hetta. Men við støði í veiðitølunum, sum eg havi savnað saman fyri 2017 (Talva 2.1), ber til at gera eina meting av, hvussu nógvir mans hava luttikið í haruskjótingini í Føroyum hetta árið. Tal av heimildarfólkum: í frágreiðingini eru 243 ymisk heimildarfólk, sum hava latið mær upplýsingar. Talið av teimum, sum skjóta er tí í øllum førum nógv hægri enn hettar, tí tað er bert eitt heimildarfólk fyri hvønn túrin, hóast fleiri mans vóru við á túrinum. Hægsta tal av skjúttum í hvørjum hagaparti: Tilsamans vórðu gjørdir 780 túrar, sum vórðu gingnir í 235 hagapørtum kring landið. Um vit taka 'hægsta talið av skjúttum', sum vóru við á einum túri í hesum 235 hagapørtunum, og leggja hesar skjúttarnar saman fyri allar hagapartarnar, fáa vit eitt gott mát fyri, hvussu nógvir ymiskir mans skutu harur í Føroyum í 2017. Hetta roknistykkið gevur 896 mans. Fráboðanir frá onkrum høgunum mangla uttan iva í hesi frágreiðingini, so helst er talið nakað hægri enn 896, men hinvegin, so er helst onkur av monnunum, sum hevur skotið í fleiri hagapørtum, men tað mest vanliga er tó, at hvør maður bert skjýtur í einum haga. Niðurstøðan er tí, at: einir 900 mans skutu harur í Føroyum í 2017. Hetta talið er hægri enn í 2016. Tá vísti saman roknistykkið, at 700 mans skutu harur í Føroyum. Fyri 2015 vísti sama roknistykkið, at 800 mans skutu harur, í 2014 1.222 mans og í 2013 skutu 1.044 mans harur í Føroyum. 20 4. Føroyska veðrið í november og desember mánað 2017 Niðanfyri verður greitt frá, hvussu veðrið var í Føroyum í november og desember mánað í 2017 (Myndirnar 4.1 - 4.7). Tølini eru frá heimasíðuni hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), (http://www.dmi.dk/faeroeerne/arkiver/vejrarkiv/), og frá eini veðurstøð, sum Landsverk hevur á Velbastaðhálsi (mynd 4.4). Hugtakið "Vanligt", er miðaltøl fyri mánaðin, árini 1961-1990. Mynd 4.1: Føroyska veðrið í 2017, mánað fyri mánað. Mátingarnar eru gjørdar í Tórshavn. Regndagar (nedbørsdage) eru dagar, har tað regnar 1 mm ella meira í ein dag (Kelda: DMI). Ættin: Tað sum eyðkendi harutíðina í 2017, var tann nógva høgættin, sum var, bæði í november og desember mánað (Mynd 4.2 og 4.4). Eystanættirnar vóru so at siga heilt burtur. Fyrstu dagarnar í november mánað var vindurin millum sunnan og vestan (Mynd 4.2). Tað mesta av desember mánað kom hann vestaneftir (mynd 4.2). Sambært mátingunum, sum Landsverk hevur gjørt á Velbastaðhálsi, so var ættin í november og desember mánað fyri tað mesta millum útnyrðing og landnyrðingnorðan (Mynd 4.4). Havast skal tó í huga, at støðirnar, sum máta vindrætningin, eru rættiliga ávirkaðar av lendinum, har sum mátistøðin stendur, og tí er býtið av ættini, sum er mátað á Velbastaðhálsi, kanska ikki heilt umboðandi allar Føroyar. Mátingarnar skuldi tó givið eina góða ábending um, hvussu veðrið var í harutíðini í 2017. Vindur: Sambært DMI, hevur miðalvindferðin í Føroyum í november mánað árini 1961-1990 verið 6,5 m/s, og í desember mánað 7,1 m/s. Sum sæst á mynd 4.5, so vóru nógvir dagar í november mánað, at miðalvindferðin, (tað er miðalferðin, mátað í 6 tímar) var omanfyri 6,5 m/s, men í desember var vindurin teir flestu dagarnar, har mátingar eru fyri, niðanfyri miðalvindferðin, sum er 7,1 m/s (mynd 4.5). Hitin: Samanumtikið kann sigast, at tað var bæði kaldari og lýggjari í harutíðini í 2017 enn vanligt (Mynd 4.4). Miðalhitin fyri november mánað var 4,1 0C, sum er 0,5 grad kaldari enn vanligt (4,6 0C). í desember var miðalhitin 4,2 0C, sum er 0,5 grad heitari heitari enn vanligt (3,7 0C). Regn: Tað regnaði meira í harutíðini í 2017 enn vanligt. Bæði í november og desember mánað vóru 22 regndagar (Mynd 4.1 og 4.4). Sostatt vóru tað bara 17 dagar í allari harutíðini, har tað ikki regnaði. Eitt, ið eyðkennir haruna er, at henni dámar ikki regn. Tá sita tær rættuliga fastar. Samlaða regnmongdin fyri november var 125 mm og í desember 185 mm. Hetta er eitt sindur meira enn vanligt, tí sambært DMI, so er miðal regnmongdin hesar báðar mánarnar vanliga ávikavist 127 mm og 142 mm. Sól: Sólmátingarnar hjá DMI vísa, at sólin skein nógv í harutíðini, bæði í november og desember mánað. í november vóru 50 sóltímar, sum er 2,5 ferðir tað vanliga, sum er 20 tímar í november. í desember vóru 27 sóltímar, sum er næst fýra ferðir tað vanliga, sum er 7 sóltímar, fyri desember mánað (Mynd 5.6). 21 Mynd 4.2: Ættin í november (vinstrumegin) og í desember mánað í 2017 (høgrumegin) í Tórshavn, mátað sum miðal í 6 tímar. Reyðu teknini (%) eru dagar, tá mátarin var óvirkin (Kelda: DMI). Mynd 4.3: Vindur (m/s) í november (vinstrumegin) og desember mánað (høgrumegin) í 2017, mátað í Tórshavn. ???: Miðal fyri 6 tímar, ?: Hvirlur. Vanliga miðalvindferðin fyri november er 6,5 m/s og fyri desember 7,1 m/s. Gevi gætur: y-aksin fyri november gongur frá 0 til 30 m/s, men i desember er hann frá 0 til 15 m/s. Reyðu teknini (%) eru dagar, tá mátarin var óvirkin (Kelda: DMI). Mynd 4.4: Vindrósa. Býti av ætt og vindferð, mátað á Velbastaðhálsi í november (vinstrumegin) og desember mánað 2017 (høgrumegin). (Mátingar: Landsverk. Bárður Niclasen hevur gjørt myndirnar). 22 Mynd 4.5: Mesti og minsti hitin mátaður í døgninum í november (vinstrumegin) og desember mánað 2017 (høgrumegin) í Tórshavn. Miðalhitin fyri november var 4,1 0C (vanligt: 4,6 0C) og fyri desember 4,2 0C (vanligt: 3,7 0C) (Kelda: DMI). Mynd 4.6: Regnmongdin í Tórshavn í november (vinstrumegin) og desember mánað 2017 (høgrumegin). Samlaða regnmongdin í november var 125 mm (vanligt: 127 mm) og í desember 185 mm (vanligt: 142 mm) (Kelda: DMI). Mynd 4.7: Sóltímar í Tórshavn í november (vinstrumegin) og desember mánað 2017 (høgrumegin). íalt vóru 50 sóltímar í november (vanligt: 20 tímar) og 27 sóltímar í desember (vanligt: 7 tímar) (Kelda: DMI). 23 5. Haruskjóting í Skálatoftahaga Skálatoftahagi, sum liggur á vestaru síðu, norðarlaga á Borðoynni, man vera ein av bestu haruhøgunum í Føroyum. Tey seinastu sløku 50 árini, hava teir í miðal skotið 123 harur um árið í hesum haganum (Mynd 5.3). árið í fjør var tað besta higartil. Tilsamans skutu menninir í Skálatoftahaga 280 harur, sum teir skutu á sjey túrum. 29. desember skutu 11 mans 92 harur í hesum haganum, dagin eftir skutu 5 mans 22 harur og 30. november skutu 6 mans 75 harur í haganum. Hetta var eisini tann hagin í Føroyum, har nógv tær flestu harurnar vórðu skotnar í 2017. Skálatoftahagi hoyrir til gomlu markatalsbygdina Skálatoftir, sum varð avtoftað í 1914. Hagin er 7 merkur og 4 gyllin, og stendur til at bera 198 áseyðir. Hagin er langur (uml. 6,3 km) og smalur (1-1,3 km) og samlaða víddin á haganum er einar 7,2 km2. Hægsta punktið er uml. 700 m. Mynd 5.1: Skálatoftahagi liggur á vestursíðuni, norðarlaga á Borðoynni, og hoyrir til gomlu markatalsbygdina Skálatoftir, sum varð avtoftað í 1914. 24 Um hagan sigur Jákup Pauli E. Johannesen, sum er ein av teimum, sum plaga at skjóta í haganum, soleiðis: "Hagin er sera stórur til víddar - ikki vatnrætt, men loddrætt. Vit skjóta bara í neðra, í tveimum teimum niðastu hjøllunum", sigur Jákup Pauli. "Tá ið vit ynskja at gera skjótt av - gera stuttar dagar, so taka vit dalarnar", Tá ið kavin liggur - sum nú hendan desember mánaðin, so gevur haran seg støðugt oman, og kemur tí fyri, tá vit skjóta í neðra. "Hagin er sera liviligur hjá haru", sigur Jákup Pauli. "Gilini líva eisini sera væl. Har eru øki við lynghaga, og í haganum eru nógvar og turrar urðar. Summastaðni eru eisini stórar grótskriður, og í dølunum eru eisini nógvar urðar, og í rókunum er ovmikið av gloprum og loftum. Tá vit skjóta, liggur tað eisini væl fyri at sita fyri við hamarsendarnar, bæði í dølunum og í stíggjum", sigur Jákup Pauli E. Johannesen at enda um Skálatoftahaga. Mynd 5.2: útsýnið norður gjøgnum Skálatoftahaga. Hagin er sera liviligur hjá haru. Har eru nógvar og turrar urðar og dalarnir eru fyri tað mesta eisini urðar. Eisini eru stórar grótskriður, og í rókunum er ovmikið av gloprum og loftum, har harurnar halda til (Mynd: Jeggi Lorentzen). 25 Mynd 5.3: Talið av harum, sum eru skotnar í Skálatoftahaga í árini 1970-2017. Hesi 48 árini eru tilsamans 5.878 harur skotnar í haganum. Hetta gevur í miðal 123 harur um árið. Besta árið var í 2017, tá teir skutu 280 harur á 7 túrum. í 1996 fingu teir 271 harur á 8 túrum. í 1980 var eingin hara skotin, tí tað árið var hagin friðaður. (Myndin byggir á tøl, sum eg havi fingið frá Andras Samson). Mynd 5. 4. 29. desember 2017 var ein minniligur túrur hjá hesum harumonnunum í Skálatoftahaga. Hendan dagin skutu 11 mans 92 harur í hesum haganum. Dagin eftir, leygardagin 30. desember, skutu 5 mans 22 harur, og 30. november skutu 6 mans 75 harur í haganum (Mynd: Grímur Vang) 26 6. Bendilormar í føroyskum harum í harutíðini 2017 gjørdu fleiri harumenn vart við, at teir høvdu funnið bendilormar í harum, sum teir høvdu flett (mynd 6.1). Eg kundi hugsað mær at vita nærri, hvat slag av bendilormum talan var um, og heitti tí á teir, ið skjóta harur um at at halda eyguni við møguligum bendilormum í harunum, tá teir flettu tær, og um teir funnu nakrar, so at goyma bendilormar og senda mær teir. Mannagongdin skuldi vera hendan: 1. Legg bendilormin í ein lítlan plastikkposa. 2. Skriva: Dato - Navn á haga - Títt egna navn - á ein seðil og legg í plastikkposan. 3. Bind fyri, og legg plastikkposan í frystiboksina. So kann eg fáa bendilormin, tá høvi býðst. 4. Finna tit bendilormar í fleiri harum, skulu bendilormarnir frá hvørjari einstakari haru goymast fyri seg. 5. Skuldi tað hent, at fleiri bendilormar í somu haru, skulu hesir leggjast í sama plastikkposa. átakið hepnaðist tó ikki serliga væl, og eg fekk onga bendilorm sendandi. Onkra fráboðanir vóru tó á Facebook-síðuni. "Haruskjóting í Føroyum". Ein maður í Sørvági skrivar: "Havi skotið harur síðani eg var 15 ár, eri føddur í 1968, og havi skotið nógv, sera nógv. Vit vóru nakrir, ið dámdu hetta sera væl, og høvdu upp í 4 hagar. So eg havi flett eitt ótal av harum tilsamans, men havi ongantíð sæð nakran bendilorm". og hann leggur afturat: "Eitt, ið eg haldi verða løgið, er at sílini á Fjallavatni eru full av bendilormi, men eingir eru í sílunum á Leitisvatni og Hvilvtkinnavatni" Ein maður á Viðareiði skrivar: "Fyri nøkrum árum síðani fann eg ein bendilorm í eini haru. Eg koyrdi hann í boksina, so sendi Jens Kjeld mær eina krukku við spritt, sum eg síðani koyrdi ormin í. So sendi eg hann til Jens Kjeld. Og minnist eg rætt, skuldi ormurin sendast niður til kanningar í samráð við Doretu Bloch. So møguliga hevur Náttúrugripasavnið onkrar upplýsingar um bendilorm. Havi skrædlað nógvar harur, eg havi funnið 3 ferð bendilorm, og tað var ein í ár" Eg ringdi tí til hendan mannin fyri at frætta nærri. Hann segði mær, at hann tríggjar ferðir hevði funnið bendilormar í haru. Fyrstu ferð í einari haru í 2006, og so í tveimum harum í 2017, har tann eina hevði ein einstakan bendilorm í sær, hin hevði tveir. Allir lógu leysir í búkholuni, í hvussu so er allir teir í 2017. Tann fyrsti, tann frá i 2006, er so langt síðani, so eg minnist ikki heilt, men eg haldi, at hann eisini lá í búkholuni. Tað merkisverda við hesum trimum harunum á Viðareiði, sum høvdu bendilorm í sær, er, at allar tríggjar vóru skotnar í sama stað: í haganum "Bergsmunni", sum liggur inni í Dølum á Viðareiði, haru sum tunnilin kemur út. 27 Ein, sum hevði skotið harur í Fjallshaga í Vestmanna 4. november 2017 skrivar: "Hara við bendilormi. Hava tit sæð tað áður?" og ein annar svarar: "Ja, ein hara, vit skutu herfyri (3. nov. 2017, mín viðmerking) í Sjeyndum í Tjørnuvík, hevði eisini bendilorm" Og ein annar: "Ja, eg skeyt eina i Saksun fyri 3 árum síðani (Dúvugarðahagi 2014, mín viðmerking). Har vóru fleiri bendilormar í... ótespiligt, hon fór beint i skrell". Tá viðingurin segði, at hann bendilormurin varð sendur til Dorete Bloch, spurdi eg meg fyri á Náttúrugripasavninum, men har funnu tey einki um hendan bendilormin. Men tá Jens-Kjeld fór at leita heima við hús, fann hann glasið við bendilorminum. Vit eru nú í holt við at finna út av, hvat slag av bendilormi talan er um. Mynd 6.1: Myndir av bendilormum, sum eru funnir í Føroyskum harum. 28 6.1 Um bendilormar Tað finnast nógv ymisk sløg av bendilormum. Vit kenna í dag umleið 3.400 sløg, sum í stødd kunna vera frá 1/2 cm til einar 15 metrar til longdar. Bendilormar liva sum parasittar í tarminum og búkholuni á ymiskum ryggdýrum, eitt nú haru. Kroppurin á bendilormi er samansettur av nógvum liðum. á framendanum er eitt høvd, sum hevur krókar og súgvukoppar, og sæst týðiliga (Mynd 6.2). Mynd 6.2: Tekning av bendilormi: LíVSRINGRáSIN Bendilormar hava eina lívsringrás, sum kann vera eitt sindur innviklað, og krevur ofta fleiri millumvertir fyri at ormurin kann mennast frá eggi til tað fullvaksna dýrið. Tann vaksni bendilormurin leggur gitin egg inni vertsdýrinum. Hesi gitnu eggini koma so út saman við skarninum hjá vertsdýrinum. Egg ella larvur verða síðan etin av einum millumverti, sum kann vera eitt gnagdýr, skordýr, snigil ella okkurt annað slag av dýri . Eggini klekjast í tarminum á millumvertinum, og larvurnar seta seg fastar ymsastaðni í kroppinum, men ikki í tarminum. Um hesin fongdi millumverturin verður etin av einum øðrum dýri, t.d. haru, so mennist parasitturin til ein vaksnan bendilorm, og lívsringrásin er tá fullfíggjað. Fyri at finna vaksnar bendilormar, er sostatt neyðugt, at bæði vertur og millumvertir eru til staðar. Manglar millumverturin, steðgar menningin, og vit fáa tí ikki teir vaksnu bendilormarnar. Flestu sløgini av bendilormum eru knýtt at einum ávísum slagi av vertdýri ( vit siga, at tey eru vertpesifikk), og tí eru tað ymisk sløg av bendilormum, sum eru í ymisku sløgunum av dýrum. Um vit fáa staðfest, hvat slag av bendilormi tær føroysku harurnar hava, so skuldi eisini borið til at funnið fram til, hvør ella hvørjir millumvertirnir eru. Hvat slag av bendilormi, sum er í teimum føroysku harunum, vita vit ikki, men um tit eru sinnaðir at hjálpa mær, kunna vit kanska í felag loysa hesa gátuna, men hetta krevur, at tit sum skjóta og fletta harur, hjálpa mær, og senda mær bendilormarnar, sum tit finna í harunum. 29 7. Allir, ið skrásettu harutúrar við í lutakasti Fyri at eggja fólki at skráseta harutúrarnar á heimasíðuni "Haran.fo", vóru øll tey, ið skrásettu túrarnar við í einum lutakasti av einum gávukortið uppá 1.000 kr, sum handilin "Jógvan Weihe" hevði latið. Ein lutaseðil varð latin fyri hvørja skráseting. Tilsamans vórðu 780 einstakir harutúrar skrásettir. Eisini vóru upplýsingar fyri samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í trimum høgum, og upplýsingar um 28 hagar, har teir ikki skutu í 2017, og eisini tveir hagar, sum eru skotnir saman við grannahøgunum. Samlaða talið av skrásetingum fyri árið 2017 kom sostatt upp á 813 túrar. Tilsamans 243 fólk skrásettu túrarnar. Tann, ið skrásetti flestur túrar, var Hjalmar Gaardlykke úr Miðvági, sum skrásetti tilsamans 34 túrar. 86 fólk skrásettu ein einkultan túr. Mikudagin 14. mars var so lutakastið. Hepni vinnarin gjørdist Páll Zachariassen, sum er slektaður úr árnafirði, men býr í Klaksvík. Páll hevur skotið í haganum "Ognarhaganum" í árnafirði. í hesum haganum fingur teir tilsamans 85 harur, sum vórðu skotnar á 10 túrum. Páll var tilsaman nýggju túrar í haganum, teir flestu einsamallur. Mynd 7.1: ásleyg Sunadóttir, sum starvast í handlinum Jógvan Weihe tekur her vinnaraseðilin úr posanum. Tann hepna vinnaraseðilin átti Páll Zachariasen, sum eg slektaður úr árnafirði, men býr í Klaksvík. Páll fær eitt gávukort áljóðandi 1.000 kr, sum handilin hjá Jógvan Weihe hevur latið.