HEILSU- OG INNLENDISMáLARáÐí Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktober 2018 1 FORMÆLIØllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi. Hvør einstakur skal eiga møguleikan at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum. á hesa súlu skipaðu Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn samgongu fyri góðum trimum árum síðani. Ein fortreyt fyri hesum er at vinna føroyingum javnbjóðis rættindi til heilsu uttan mun til landafrøði, støddina á pengapunginum ella hvørjar heilsutrupulleikar, tú stríðist við. Eitt mál, sum eisini Heimsheilsustovnurin hevur sett ovast á dagsskrá. Við hesum skilt, at øllum skulu vera somu tænastum í boði. Solidaritetur er lyklaorðið, men í hesum liggur eisini at tryggja at sama virðing er um allar sjúkur. í hesum høpi er tað sera álvarsligt, at menniskju við sálarligum avbjóðingum í miðal kunnu vænta at liva 20 ár styttri enn onnur í samfelagnum. Orsøkirnar eru fleiri og samansettar, men samanumtikið er talan um ein munandi ójavna, ið vit sum samfelag ikki eiga at góðtaka. At hjálpa teimum, ið stríðast við sálarsjúku er ein felags samfelagsuppgáva, sum fevnir um alt frá viðgerð til arbeiðslívið, útbúgving, fíggjarliga stuðul, námsfrøði, bústaðarmøguleikar og mangt annað. Mongu átøkini í ymsu geirunum seinnu árini eru eisini prógv um, at vit eru nógv, ið vilja gera batar fyri fólk við sálarligum avbjóðingum. í øllum liðum, so at siga, gera fólk mun til frama fyri sálarheilsuna hjá føroyingum. Eg gleðist um hesa gongd, men eri eisini greið yvir, at neyðugt er við fleiri átøkum, um vit skulu røkka málinum um javnbjóðis rættindi. í hesari heildarætlan verður víst á 39 tilmælir, ið skulu vera við at flyta okkum fram á leið. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum 2 1 INNGANGUR Tað er okkara mál og ynski, at enn fleiri føroyingar skulu hava góða sálarliga heilsu og trívast í gerandisdegnum. Samstundis mugu vit bera soleiðis í bandi, at vit við røttu átøkunum til røttu tíð kunna hjálpa teimum, ið hava hjálp fyri neyðini, áðrenn avbjóðingarnar menna seg til álvarsliga sálarliga sjúku. Fyri tey, ið hava brúk fyri viðgerð ella aðrari tænastu, skal henda vera atkomulig, dygdargóð og samskipað. Henda heildarætlan snýr seg ikki bert um siðbundnu psykiatriina, men um sálarliga heilsu í breiðum týdningi. Sálarheilsa merkir ofta á mannamunni tað sama, sum sálarsjúka ella sálarlig líðing. í hesari heildarætlan fevnir hugtakið víða, og verður tað millum annað brúkt við merkingini góð sálarlig heilsa. Vit eiga tí øll at geva sálarligu heilsuni gætur og hava sjóneykuna á tey viðurskifti, ið fremja hesa. Tosað vit um sálarliga heilsu í breiðum týdningi, er eyðsæð, at hetta ikki er ein uppgáva, sum heilsuverkið kann ella skal lyfta einsamalt. Skúlar, dagstovnar, ellisheim, sjálvboðin, ítróttarfeløg og mong onnur eru við longu í dag og kunnu gera enn meira. Tað er neyðugt við átøkum tvørtur um geirar og tvørtur um fakmørk. Sálarlig heilsa er ein uppgáva fyri okkum øll og allar geirar. Uppgávan er eisini stór. Nógvir føroyingar verða raktir av sálarsjúku, sum kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann einstaka og teirra avvarðandi. Metingar úr okkara grannalondum siga, at millum ein triðing og helvtina av okkum øllum fara at verða rakt av sálarligari sjúku á okkara lívsleið. Angist og tunglyndi koma oftast fyri, og metingar úr Noreg siga, at umleið 30 prosent hava ella koma at fáa angist eina ferð í lívinum. Tíbetur kunnu mong gerast heilt ella lutvíst frísk eftir sálarsjúku eisini tá talan er um álvarsliga sjúku. Men hóast stóra menning og nýggj frambrot eru framd í viðgerðini av sálarsjúkum, er støðan framvegis tann, at sálarsjúk í miðal liva millum 15 og 20 ár styttri enn onnur. í heildarætlanini um sálarliga heilsu frá 2013 vísur Heimsheilsustovnurin WHO á, at tey við álvarsligum sálarsjúkum, sum eitt nú skitsofreni og ógvusligum tunglyndi, hava millum 40% til 60% størri møguleika fyri at doyggja fyrr enn onnur. Heimsheilsustovnurin vísir somuleiðis á, at sálarsjúkur verða størstu sjúkubyrðar í heiminum í 2030, frammanfyri krabbamein. Størstu samfelagsligu kostnaðir av sálarsjúkum eru tó ikki sjálvar viðgerðirnar. Høvuðsparturin av útreiðslunum fevna um fyritíðarpensjón, drúgvar sjúkrameldingar og niðursett arbeiðsevni hjá tí einstaka. Tað verður mett, at sálarligir trupulleikar eru orsøkir til 50 prosent av øllum langtíðar sjúkrameldingum og knappliga helmingin av øllum fyritíðarpensjónum. Eingin orsøk er at halda, at støðan er nógv øðrvísi í Føroyum. Tær kanningar, sum gjørdar eru benda á, at mynstrið er nakað tað sama hjá okkum. í øllum førum eru sálarsjúkur eisini ein stór og týðandi avbjóðing í Føroyum og ein avbjóðing, sum politiska skipanin tekur í álvara. Landsstýrið við landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Sirið Stenberg á odda hevur sett sær fyri at royna at steðga hesari gongd. Skal tað eydnast, er tað av stórum týdningi, at alt samfelagið, samskipað og samstundis, arbeiðir fyri at fremja sálarheilsuna hjá øllum borgarum. Við hesum í huga varð settur ein arbeiðsbólkur við umboðum tvørtur um geirar og fakmørk til at gera hesa heildarætlan fyri sálarliga heilsu. 1.1 ARBEíSSETNINGURHøvuðsuppgávan hjá tvørfakliga arbeiðsbólkinum var at gera eina heildarætlan við ítøkiligum tilmælum um átøk at fremja á økinum komandi árini. Arbeiðsbólkurin skuldi í heildarætlanini millum annað viðgera hesar spurningar: 3 14 ár eru liðin síðani álitið um Heildarpsykiatri varð latið táverandi landsstýri, síðani er eingin heildarlýsing gjørd fyri økið. Neyðugt er at fáa gjørt eina støðulýsing fyri psykiatri í Føroyum innan ymsu geirarnar, sum veita viðgerð og tænastur á økinum. Ein partur av hesum er at lýsa og meta um menningina síðani 2002 við støðu í ætlanunum, sum vórðu settar út í kortið í álitinum um Heildarpsykiatri. Meta um møguleikarnar fyri og at gera tilmæli um, at tað við røttum tilboðum til rættu tíð ber til, at  fyribyrgja sálarsjúku betur her undir at breiða út kunnleika um sálarsjúku, og at burturbeina stigmatisering,  at finna sálarsjúku tíðliga, til tess at fyribyrgja, at sjúka versnar og  at menna tænastur, ið fremja møguleikarnar hjá tí einstaka at endurmenna, koma seg og virka í gerandisdegnum aftur her undir at koma aftur í arbeiði ella útbúgving. Meta um møguleikarnar fyri at menna dygdina í viðgerðini og tænastuni annars, bæði til børn, vaksin og eldri - við atliti til landafrøði og møguleikarnar fyri at tryggja dygdargóða viðgerð, uttan mun til, hvar í landinum talan er um - og at gera tilmæli um hetta. Gera uppskot um bygnað, sum fremur tilmælini, sum arbeiðsbólkurin kemur fram til omanfyri. 1.2 ARBEíSBóLKURINí arbeiðsbólkinum hava sitið umboð fyri Landssjúkrahúsið (Psykiatriska depilin), Gigni, Almannaverkið (Trivnaðartænastan) og Sernám. Umboð fyri Sinnisbata, Kommunufelagið, Kommunulæknafelag Føroya og fyri Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar. Harumframt valdu Heilsu- og innlendismálaráðið, Almannamálaráðið og Mentamálaráðið eitt umboð hvør í arbeiðsbólkin. Landssjúkrahúsið átti formannin í arbeiðsbólkinum. Settur varð somuleiðis ein stýrisbólkur við umboðum fyri Heilsu- og innlendismálaráðnum, Almannamálaráðnum, Mentamálaráðnum og Landssjúkrahúsinum. Heilsu- og innlendismálaráðið átti formannin.  Tormóður Stórá, Landssjúkrahúsið, formaður  Doris Bjarkhamar, Almannamálaráðið  Frida Poulsen, Mentamálaráðið  Sólrun Foldbo, Gigni  Annika Helgadóttir Davidsen, Sernám  Elsebeth Sanna á Krákusteini, Almannaverkið  Róa Midjord, Sinnisbati  Oddbjørg Balle, Kommunufelagið  Suni Poulsen, Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar  Marjus Dam, Kommunulæknafelag Føroya  Fróði Jacobsen, Heilsu- og innlendismálaráðið 4 1.3 FIMM áTAKSØKIR FYRI VíGERÐ OG TÆNASTUR TIL FóLK Ví SáLARLIGUM AVBJóÐINGUM Arbeiðsbólkurin er av teirri fatan, at stór menning hevur verið í Føroyum svarandi til tær viðgerðir og tænastur, sum tað almenna veitir teimum, ið stríðast við sálarligar avbjóðingar. Arbeiðsbólkurin hevur í arbeiðinum við hesari heildarætlan lýst verandi tilboð og skift orð um, hvørjar tær størstu avbjóðingarnar eru á økinum í dag. Ein stuttur samandráttur av støðulýsingini er í kapitli 8. Lýsingin og orðaskiftið er grundarlag fyri teimum 39 tilmælunum, sum víst verða til í hesum skjalinum. Arbeiðsbólkurin heldur, at vit framvegis eiga at seta okkum framsøkin mál í arbeiðinum fyri sálarheilsuna hjá føroyingum. Vit eiga at kunna bøta um viðurskiftini á øllum økjum, stigvíst og miðvíst. í hesari heildarætlan hava vit býtt átaksøkini í fimm. Tey eru:  Avstigmatisering av sálarligum avbjóðingum  Sálarlig heilsufremjan  Børn skulu hava bestu fortreytir fyri góðari sálarheilsu  Skjót atkomulig viðgerðartilboð og tænastur til vaksin  Samskipan av tænastum til børn og vaksin við sálarligum avbjóðingum Stórur dentur verður lagdur á týdningin av tí fremjandi og fyribyrgjandi arbeiðinum. Umboð í arbeiðsbólkinum og fólk, ið virka í skipanini, hava við einum munni víst á, at neyðugt er at gera meira og fyrri. Bæði barnaverndartænasturnar og Almannaverkið vísa á ein vøkstur í tørvinum á tilboðum til børn og ung, sum stríðast við sálarligar avbjóðingar og í psykiatriini hevur verið ein vøkstur í ávísingum til útgreiningar og viðgerð millum bæði ung og vaksin. Nógv av hesum fáa ikki nøktandi hjálp við tí hóttandi avleiðing, at tey gerast álvarsliga sjúk. Tí hevur arbeiðsbólkurin mett tað verða neyðugt at gera nógv burturúr hesum partinum. Málið er at lofta fleiri menniskjum fyrri, so avleiðingarnar gerast minni fyri hin einstaka, familjurnar og samfelagið. í hesum sambandi metir arbeiðsbólkurin, at vit hava skipanir, sum eru lætt atkomuligar. Her verður millum annað hugsað í mun til landafrøði og kostnað. Serligt fokus er á børnini í hesum sambandi. Vit mugu skapa umstøður sum tryggja, at børnini kunnu vaksa upp í sálarheilsugóðum umhvørvi. Arbeiðsbólkurin mælir tí til, at vit skulu hava góðar skipanir, har gerandisdagurin hjá børnum er tryggur, bæði í familjuni, dagstovni og skúla. í hesum sambandi hevur arbeiðsbólkurin gjørt tilmælir um, at nakrar av verandi skipanum verða styrktar og viðhvørt fjøltáttaðar, heldur enn at seta á stovn nýggjar skipanir á einum øki, ið frammanundan er trupult at fáa samskipað. Arbeiðsbólkurin hevur mett tað verða týðandi at vísa á, at sálarligar sjúkur eiga at verða javnsettar við likamligar sjúkur á øllum mótum. Fleiri dømir eru um hetta í heildarætlanini, eitt nú tilmælið um, at sálarfrøðilig viðgerð, sum frá líður, eigur at vera ókeypis eins og viðgerð fyri likamligar heilsutænastur eru ókeypis. Somuleiðis er eitt av stavnhaldinum hjá arbeiðsbólkinum, at tær tænastur, har tað letur seg gera, skulu í mestan mun veitast so tætt gerandislívinum hjá teimum borgarum, sum hava sálarligar avbjóðingar. í mun til viðgerðir, so eiga viðgerðartilboðini at verða styrkt úti í økjunum. óivað kunnu nøkur viðgerðartilboð flytast av sjúkrahúsinum út í primera geiran, um ætlanirnar við heilsudeplum verður veruleiki. Økispsykiatri er eitt dømi um eina góða gongd, og aðrar líknandi royndir við útgangandi toymum er ein gongd leið. Men eisini tær námsfrøðiligar tænasturnar og sosialu tilboðini mugu styrkjast fyri at geva bestu møguleikar fyri menning og trivnaði. Hetta krevur millum annað, at bústaðarviðurskiftini hjá fólki við sálarligum avbjóðingum betrast. Stórur tørvur er á bústøðum og mælir arbeiðsbólkurin til, at vit fáa til vega fleiri íbúðir, har fólk við sálarsjúkum fáa hjálp inn í heimið. 5 TILMÆLIR Arbeiðsbólkurin hevur gjørt samanlagt 39 tilmælir skift á fimm høvuðsøkir. Tað er ilt at gera veruligar metingar um fíggjarligu avleiðingarnar av ymsu tilmælunum, men samanumtikið krevja flest øll eina fíggjarliga raðfesting í fyrstu syftu. í fleiri førum er talan um skipanarligar broytingar, har væntast kann, at virksemið flytur í annan geira ella at arbeiðshátturin innanhýsis verður broyttur. Eisini hesar krevja raðfesting at byrja við, men kunnu sum frá líður hava við sær færri útreiðslur. 2 KAPITTUL AVSTIGMATISERING AV SáLARLIGUM AVBJóÐINGUM Javnstilla tænastuna til fólk við sálarligum sjúkum við tænastuna til likamligar sjúkur Tænastan at veita hjálp heima og bú- og stovnspláss til fólk við sálarligum sjúkum, verður javnstillað við tænastuna til fólk við likamligum sjúkum., og eigur tænastan at verða veitt í sama geira. Soleiðis ber til at tryggja, at fólk við sálarsjúkum fáa eins tilboð til hjálp heima, sum fólk við likamligum sjúkum. Eingin meting. Hevur við sær meirkostnað Halda á við samanleggingini av somatikk og psykiatri Landafrøðiliga samanleggingin av sjúkrahúsviðgerð av likamligum og sálarligum sjúkum, sum er í gongd, eigur at halda fram og verða útbygd á øllum sjúkrahúsunum. Kann fremjast uttan meirkostnað Læknavaktin 1870 veita hjálp til tey, sum brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga Læknavaktin 1870 skal eisini taka sær av teimum, sum brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga. Til tess krevst starvsfólk við neyðugum førleikum knýtt at Læknavaktini at handfara sálarligar bráðstøður og til at veita telefonráðgeving. Krevur førleikamenning. 200.000 krónur. 3 KAPITTUL SáLARLIG HEILSUFREMJAN Sálarheilsa, ein javnbjóðis partur av fólkaheilsuarbeiðinum Sálarheilsa skal vera ein javnbjóðis partur av bæði fólkaheilsuarbeiðinum bæði í lands- og kommunalpolitikki. Kropslig og sálarlig heilsa skal síggjast í einum samanhangi, og barnagarðar, skúlar, arbeiðspláss, frítíðartilboð og lokalu umhvørvini skulu vera heilsufremjandi. Kann fremjast uttan meirkostnað ABC-verkætlanin eigur at verða styrkt Fólkaheilsuráðið eigur at halda fram við og styrkja ABC-verkætlanini, sum nú veruliga hevur fingið flog. Kommunur hava í vár skipað fyri fleiri átøkum fyri sálarligu heilsuna. Kann fremjast uttan meirkostnað Varpa ljós á heilsugóðan kost og rørslu Fólkaheilsuráðið eigur at halda fram við at varpa ljós á týdningin av heilsugóðum kosti og rørslu og vísa á tey jaligu árinini, sum kostur og rørsla hava á sálarligu heilsuna. Kann fremjast uttan meirkostnað Grønar gøtur og náttúruupplivingar í nærumhvørvinum Kommunurnar kunnu gera uppaftur meira fyri at skapa góðar karmar til fólk, fyri at fáa tey at røra seg meira. Ikki øll hætta sær ella hava orku at ganga í haganum, og tí eigur at verða hugsað um grønar gøtur og náttúruupplivingar, har tey búgva. Eingin meting Styrkja arbeiðið at fáa fólk við skerdum førleika út á arbeiðsmarknaðin Fólk við sálarligum avbjóðingum skulu hava góðar møguleikar at luttaka á arbeiðsmarknaðinum. Hetta skal gerast í einum tøttum samstarvi millum heilsu- og almannaverk, og arbeiðsgevararnar. ítøkiliga mælir arbeiðsbólkurin til, at nokk av tilfeingi er til arbeiðið at fáa fólk við skerdum førleika út á arbeiðsmarknaðin, umframt at sosialráðgevar verða settir í starv í heilsuverkinum tryggja borgaranum holla ráðgeving og vegleiðing. 1 mió. kr. til umleið tvey ársverk Savna og gjøgnumganga tilfar, ið er til taks um sálarligu heilsu føroyinga Fakfólk við servitan á økinum eigur at savna og gjøgnumganga granskingarliga tilfarið, ið longu er framleitt um sálarliga heilsu hjá føroyingum, soleiðis at verandi vitan verður gagnnýtt, og at vantandi vitan verður staðfest. Partur av niðanfyri Gera regluligar kanningar og greiningar Regluligar kanningar eiga at verða gjørdar og greinaðar av sálarheilsuni hjá føroyingum og eiga at liggja til grund fyri víðari menning, tillaging og átøkum á økinum. Partur av rakstri Fólkaheilsumyndugleiki sum samskipar, kannar og ger tilmæli um átøk Tikið verður undir við ætlanunum um ein føroyskan Fólkaheilsumyndugleika. Hesin eigur at vera fleirfakligur við servitan innan sálarheilsuøkið og kann millum annað virkað sum ein samskipandi stovnur, sum fær til uppgávu at fáa til vega yvirlit, vísindaliga kanna og samskipa verandi skipanir og átøk á økinum fyri síðani at gera tilmæli um átøk. Eingin meting. Hevur við sær meirkostnað 4 KAPITTUL BØRNINI SKULU HAVA BESTU FORTREYTIR FYRI GóÐARI SáLARHEILSU Mammu- og pápa tilboð um screening í viðgongutíðini Bæði mammur og pápar skulu fáa tilboð um at verða screenað fyri barnsburðartunglyndi í viðgongutíðini. 100.000 kr. Heilsufrøðiligar tænastur til øll børn Gigni eigur, sum frá líður, at varðveita sítt tilknýtið til børnini og teirra avvarðandi øll árini, frá føðing og til barnið er 18 ár. 500.000 kr. eitt ársverk Lætt atkomulig familjuráðgeving til foreldur Skipa eina lætt atkomuliga landsumfatandi tvørfakliga familjuráðgeving undir Gigni, sum stuðlar og hjálpir foreldrum at vera foreldur. Fakliga familjuráðgevingin skal samstarva við barnaverndartænasturnar kring landið. 500.000 kr. eitt ársverk Námsfrøðilig ráðgeving tøk á dagstovnum Tilboð um námsfrøðiliga ráðgeving eigur at verða tøkt á dagstovnaøkinum kring alt landið. Eingin meting. Hevur við sær meirkostnað Nullhugsjón, tá umræður happing Eiga at stremba eftir eini nullhugsjón, tá talan er um happing í skúlanum. átøk eru longu gjørd og fleiri eru í umbúna. Kann fremjast uttan meirkostnað Sálarfrøðiliga ráðgevingin í fólkaskúlunum styrkjast Sálarfrøðiliga ráðgevingin til børn og ung (og avvarðandi) í fólkaskúlanum skal verða meira atkomulig. Ein háttur at røkka málinum er at knýta sálarfrøðiliga tilboðið í fólkaskúlanum at Sernámi, sum frammanundan er virkið á øllum skúlum. Økja talið av starvsfólkum 7 Sálarfrøðiliga ráðgevingin á miðnámsskúlunum útbyggjast Tann lætt atkomuliga ráðgevingin til ung á miðnámsskúla verður styrkt. Vit eiga at byggja á førleikarnar, sum longu eru við lestrarvegleiðing, fyribyrgjandi heilsutænastum og sálarfrøðiligu skipanini á miðnámi, sum við fyrimuni kann víðkast til at fevna um Fróðskaparsetrið. Økja talið av starvsfólkum Børn hava skjóta útgreining og tilboð um viðgerð Børn og ung skula altíð fáa tilboð um skjóta útgreining og meting, helst innan ein mánað. Best hevði verið, um hetta varð ásett í lóg, sí eisini tilmælið aðrastaðni um viðgerðartrygd. Eingin meting. Hevur við sær meirkostnað Meira umfatandi viðgerðartilboð og dagtilboð til børn og ung á Psykiatriska deplinum Viðgerðartilboðini og dagtilboðið til børn og ung á Psykiatriska deplinum verða ment og styrkt munandi, so vit hava eitt meira umfatandi útboð av tilboðum enn í dag. Samstundis metir arbeiðsbólkurin, at tað er ein gongd leið - og í samsvari við málið um, at viðgerðin í so stóran mun sum gjørligt verður veitt tætt at gerandisdegnum hjá tí einstaka. Økja tal av starvsfólkum Skipað samstarv skal tryggja, at viðgerðin verður veitt, har barnið er Samstarv eigur at verða skipað millum barna- og ungdómspsykiatriina, samdøgursstovnarnar og bú- og viðgerðartilboðini soleiðis, at psykiatrisk viðgerð, í tann mun tað ber til, verður veitt, har barnið er. Eingin meting. Hevur við sær meirkostnað Fleiri og betri námsfrøðilig og ráðgevandi tilboð Námsfrøðiligu og ráðgevandi tilboðini til børn og ung og avvarðandi teirra bæði á Sernámi og í Almannaverkinum verða styrkt munandi. Eingin meting. Hevur við sær meirkostnað Bú- og viðgerðartilboð til børn og ung við sálarsjúku Skipaðir verða eitt ella tvey bú- og viðgerðartilboð aftrat eftir samsvarandi leisti, sum tilboðið í Stoffalág í Tórshavn, til børn og ung millum 15 og 23 ár. Mettur kostnaður um 10 mió. kr. Børn skulu ikki verða innløgd saman við vaksnum Skipað verður soleiðis fyri, at børn og vaksin frameftir ikki verða innløgd saman, í samsvari við tað, sum barnarættindasáttmálin eisini ásetur. Partur av niðanfyri Barna- og ungdómsdeildin á Landssjúkrahúsinum fevna um sálarligar og likamligar sjúkur Sum frá líður, eigur barna- og ungdómsdeildin á Landssjúkrahúsinum eisini at fevna um børn og ung við sálarligum avbjóðingum, sum hava tørv á innleggjan. í 2021 fer Psykiatriski depilin í nýggj høli saman við medisinsku deild í nýggja H-bygninginum. Upplagt er, at hetta verður sett í verk tá. Kann fremjast uttan meirkostnað Gera eina fyribilsloysn, so børn ikki eru innløgd saman við vaksnum á Psykiatriska deplinum Arbeiðsbólkurin mælir til, at gjørd verður ein fyribilsloysn beinanvegin, sum tryggjar, at børn og ung ikki verða innløgd saman við vaksnum á Psykiatriska deplinum. Fyrireikingarnar eiga at verða klárar, so umbøn um møguliga játtan til verkætlanina, kann koma við í arbeiðið við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019. Eingin meting. Hevur við sær meirkostnað Børn, sum avvarðandi skulu hugsast inn í viðgerðina Ráðgevingar- og viðgerðarstovnar eiga í størri mun at hugsa um børn, sum eru avvarðandi, inn í viðgerðina og vísa til møgulig onnur tilboð. Kann fremjast uttan meirkostnað 8 5 KAPITTUL SKJóT ATKOMULIG VíGERÐARTILBó OG TÆNASTA TIL VAKSIN Tilboð um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð í primera geiranum Farið eigur at vera undir at skipa eitt tilboð um lætta og skjóta atgongd til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð í primera geiranum. Tilboðið skal grundast á bestu royndirnar frá øðrum londum og verða lagað til føroysk viðurskifti. Mælt verður til at byrja í smáum, eins og gjørt verður í okkara grannalondum, Onglandi, Noregi og Danmark. Fleiri sálarfrøðingar. í fyrstu syftu svarandi tvey ársverk Gera tilmæli um verksetan av ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð Fyrsta uppgávan hjá nýskipaða Ráðnum fyri fremjan av sálarheilsuni í Føroyum er at koma við einari fakligari tilráðing um, hvussu tilboðið um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð verður stigvíst sett í verk í Føroyum. Sí niðanfyri um Ráðið Skipa sterkar heilsudeplar kring landið Hildið verður fram við ætlanini um at fáa skipað landið við sterkum heilsuøkjum við heilsudeplum. á deplunum ber til at fáa í lag eitt skipað samstarv millum eina røð av starvsbólkum við tí endamáli at veita dygdargóðar sálarheilsutænastur til føroyingar. Innan verandi karm 6 KAPITTUL MENNING AV VíGERÐARTILBóUM OG TÆNASTUM TIL VAKSIN Ví SVáRUM SáLARLIGUM AVBJóÐINGUM Støðugt menna ambulantu psykiatriina og økispsykiatriina Vit skulu halda fram við gongdini at viðgera tey við sálarligum avbjóðingum, har tey eru í teirra gerandislívi, í tann mun, tað ber til. Vit skulu tí framhaldandi menna ambulantu psykiatriina og økipsykiatriina. Har tað ber til, eiga vit eisini at skipa fleiri útgangandi toymir, ið veita viðgerð og røkt heima hjá fólki. í fyrstu syftu 500.000. kr. til eitt ársverk Munandi fleiri íbúðir til fólk við sálarligum avbjóðingum Nógv fleiri íbúðir skulu fáast til vega til fólk við sálarligum avbjóðingum kring landið. So líðandi eiga vit at hava færri sambýlispláss og heldur dúva upp á fleiri sjálvstøðugar íbúðir og búfelagsskapir. Viðgerð, tænastur og annar stuðul skulu í størri mun fara fram í heiminum hjá tí einstaka. Eingin meting Psykiatrisk viðgerðartrygd Farast eigur undir eina skipan við viðgerðartrygd. Neyðugar kanningar og útgreiningar eiga at verða settar á skrá beinanvegin. Týðandi er, at hædd verður tikin fyri, at fólk við sálarligum sjúkum eisini hava tørv á tænastum úr øðrum geirum. Eingin meting. Hevur við sær meirkostnað Skipan við peers setast í verk Gjørd verður ein skipan, so fólk, sum eru komin seg væl aftan á sálarliga sjúku, kunnu setast í starv í viðgerðarskipanini, soleiðis at teirra royndir eisini koma við í tað rehabiliterandi arbeiðið at skapa recovery fyri sjúklingar. Økja tal av starvsfólkum 9 Samstarv um tey, ið umframt rústrupulleikar, eisini stríðast við sálarligar avbjóðingar Skipað verður eitt tætt samstarv millum viðgerðarstovnar fyri fólk, sum eru bundin av turvelvandi øðrumegin og psykiatrisku viðgerðarskipanina hinumegin, so tað verða skipað málrættaði viðgerðartilboð til tey, sum bæði hava trupulleikar av turvelvandi drøggi og øðrum sálarligum avbjóðingum. Kann fremjast uttan meirkostnað Dagføra lóggávuna um tvingsil í psykiatriini Lóggávan um tvingsil í psykiatriini eigur at verða dagførd í samsvari við tær í Danmark galdandi ásetingar á økinum. Neyðugt er, at politiski myndugleikin minst eina ferð um árið tekur upp og metir um tær broytingar og dagføringar, sum eru gjørdar í Danmark á økinum, eisini eiga at fáa gildi fyri Føroyar. Kann fremjast uttan meirkostnað 7 KAPITTUL SAMSKIPAN AV TILBóUM TIL BØRN OG VAKSIN Ví SáLARLIGUM AVBJóÐINGUM Ráð fyri fremjan av sálarheilsuni í Føroyum Stovnað verður eitt tvørfakligt og tvørgeiraligt ráð fyri fremjan av sálarheilsuni í Føroyum, sum skal ráðgeva landsstýrisfólkunum í heilsu-, almanna- og mentamálum, umframt kommununum í spurningum viðvíkjandi sálarheilsu. Ráðið skal fylgja við gongdini á økinum og síggja til, at tilmælini í heildarætlanini verða sett í verk. 50.000 kr. árliga Arbeiðshátturin í Tí góðu tilgongdini roynast á fleiri økjum Royndirnar frá arbeiðsháttinum í Tí góðu tilgongdini verða fyrimyndir fyri eina samskipaða tænastu til øll børn og ung við sálarligum avbjóðingum. Fyrst má eftirmeting tó gerast, sum kann geva innlit í fyrimunir og vansar í slíkum tvørgeiraligum samstarvi. Eingin meting. Bíða eftir eftirmetingini Gera fullfíggjað yvirlit yvir viðgerðartilboð og tænastur á økinum Eitt fullfíggjað yvirlit verður gjørt yvir tey, ið veita viðgerð og tænastur á økinum, sum verður alment atkomuligt. Yvirlitið skal altíð verða dagført. Kann fremjast uttan meirkostnað 10 2 KAPITTULAVSTIGMATISERINGAVSáLARLIGUMAVBJóÐINGUM Fólk við sálarligum avbjóðingum verða dupultrakt soleiðis at skilja, at tey skulu stríðast við tær avbjóðingar og avmarkingar, sum sjúkan hevur við sær Harafturat skulu tey stríðast móti fordómum og meiningum um sálarligar sjúkur, sum tey møta frá øðrum fólki. Tað vísir seg, at tað er truplari hjá fólki við sálarsjúku at fáa útbúgving, gott arbeiði, støðug íbúðarviðurskifti, hjálp heima til gerandisdagin, góða likamliga heilsu og samveru við familju, vinir og onnur. Alt hetta eru viðurskifti, sum hevur stóran týdning fyri trivnað og lívsgóðsku. Hetta er tað, sum vanliga verður rópt stigmatisering. Orðið kemur frá stigma, sum er grikskt og merkir merki. Neiligi týdningurin av orðinum er frá brennimerking av fólki, brotsmonnum og trælum, sum tekin um, at tey skuldu útihýsast úr samfelagnum. Við tíðini hevur orðið fingið týdningin sum eitt sosialt stempul, sum verður sett á fólk við eitt nú sálarligum avbjóðingum. Stigmatisering byggir soleiðis á eina eintáttaða fatan av øllum fólkum, sum hoyra til ein ávísan bólk. í einum samfelag byggir hetta á eina fatan hjá teimum, sum stigmatisera og ikki á eginleikar hjá teimum, sum verða stigmatiserað. Tosa kann verða um stigmatisering á ymiskum stigum. Tann samfelagsliga stigmatiseringin, sum er tann hugburður, sum almenningurin hevur til fólk við sálarsjúku; stigmatisering í viðgerðarskipanini, sum í fleiri førum kann elva til beinleiðis diskriminatión av fólki við sálarligum sjúkum. So er tað stigmatisering í familjuni og hjá øðrum avvarðandi og eisini ein sokallaða sjálvstigmatisering, sum er tann fatanin, sum fólk við sálarsjúku hava av sær sjálvum og øðrum, sum hava sálarsjúku. Tað er eitt samfelagsligt ynski at arbeiða móti stigmatisering av ávísum bólkum, eisini av fólki við sálarsjúku. Tað er tó ymiskt hvat skal til, alt eftir hvørji stig av stigmatisering av sálarsjúku, talan er um, og skulu hesi tí stutt lýsast nærri. Sjálvstigmatisering merkir, at ein kennir seg hava teir eginleikar, sum verða settir í samband við stigmatiseringina og trýr upp á ta fatan, sum onnur hava av einum. Avleiðingin kann verða vánaligt sjálvsvirði, vónloysi, atgerðarloysi og at halda seg burtur frá støðum, har ein kann verða mettur av øðrum, eins og at missa trúnna á at kunna fáa tað betri ella gerast frískur. Stigmatisering hjá avvarðandi, sum ofta kemur fyri, byggir á bæði manglandi vitan og noktan. Tað at royna at láta sum einki mótvegis øðrum og vóna, at hetta gongur yvir. Talan kann eisini vera um skuldarkenslu um, at onkur av teirra kæru er vorðin sálarliga sjúk og óttin fyri, at tað er uppfatanin, sum onnur í samfelagnum, eisini viðgerðarskipanin, hevur. Soleiðis kann skapast ein tøgn rundan um sálarligar trupulleikar í familjuni. Nakað sum tey, sum hava sálarsjúku, merkja sum serstakliga tyngjandi. Soleiðis kemur hugtakið tabu um sálarligar sjúkur, har sjúklingar og avvarðandi nokta fyri ella goyma sjúku og sjúkutekin, og ikki tosa opið um sjúkuna, tí tey uppliva at verða avvíst ella sett í ringt ljós. Hesi koma sostatt at viðvirka til, at sálarligar sjúkur eru eitt tabu ein týðandi partur av stigmatiseringini. Stigmatisering hjá viðgerðarskipanini er eisini ein trupulleiki, har somu fordómar og manglandi vitan um sálarliga sjúkur, sum er millum fólk flest, eisini sæst aftur hjá teimum, sum arbeiða í heilsu- og almannaverkinum. Stigmatiseringin her kann vísa seg sum avvísandi atburður, látursgeran, manglandi virðing og tilsipanir um, at talan er um vónleysa grøðileysa støðu. Stigmatisering í miðlunum er eisini ein avgerandi táttur í menning og viðlíkahaldi av fordómum um fólk við sálarligum avbjóðingum. Tað veri seg í filmum, har fólk við sálarsjúku verða skírd sum harðlig ella vandamikil og í miðlunum, har dentur verður lagdur á einstøk mál um harðskap og álop, har fólk við sálarligum trupulleikan hava verið við, og sum gevur fólki eina fatan av, at fólk við sálarsjúkum sum heild eru vandamikil. Stigmatisering kann føra til diskriminering. Tá er talan um atferð ella skipan, sum er grundað á eina eintáttaða fatan. Við øðrum orðum, at tá tú fert við fólki (bólkum) út frá tínum fordómum, so er talan um at diskriminera. 2.1 BYGNáARLIG DISKRIMINERINGIN SKAL BURTURBEINAST Eitt serligt slag av diskriminatión er bygnaðarlig diskriminatión. Hetta kunnu vera politiskar raðfestingar ella samfelagsligar skipanir, sum í sínum uppruna ikki eru ætlaðar sum diskriminering, men sum gerast diskriminerandi. Eitt nú við at tað verða játtaðir færri pengar til viðgerð av sálarligum sjúkum enn likamligum sjúkum, men eisini við lógum og fyriskipanum, sum ikki hava ætlan um diskriminering, men sum hava sum avleiðing, at fólk við sálarligum sjúkum eru verri stillað, enn fólk við likamligum sjúkum. Umboð í arbeiðsbólkinum hava víst á útlegginginga av eldrarøktini til kommunurnar sum eitt dømi um eina slíka ótilvitaða bygnaðarliga diskriminering,. Tað vóru ikki øll umboð í bólkinum, sum kundi taka undir við hesum dømi. Ein av grundgevingunum í politisku skipanini fyri hesi flyting frá landi til kommunurnar var, at kommunurnar vóru betri førar fyri at røkja hesa uppgávuna, tí tær vóru tættari at borgaranum. Tað var á øðrum økjum ávíst, at kommunurnar megnaðu uppgávur sum hesa betri enn landið. Tað vil við øðrum orðum siga, at hendan broyting varð gjørd við tí fyri eyga, at borgarin skuldi fáa eina betri tænastu, enn tað var givið frammanundan. Men skipanin er í grundini ikki galdandi fyri fólk við sálarligum sjúkum, sum hava tørv á røkt og fyriskipanum heima. Um sjúklingur verður útskrivaður av sjúkrahúsi og hevur tørv á hjálp og stuðli heima við hús, so ber tað til at fáa tað. Hevur hann eina likamliga sjúku, so er tað kommunan, sum veitir hesa tænastu. Hevur sjúklingurin hinvegin eina sálarliga sjúku, so er tað ikki kommunan, sum veitir tænastu við hjálp heima, men landið. Landið, ið sambært politisku skipanini er minni ført fyri at veita borgarunum tænastu. Her er talan um eina bygnaðarliga diskriminering av fólki við sálarsjúku, sum gaman í er ótilvitað. Sostatt er hendan skipanin, sum politiski myndugleikin tók avgerð um, ein stigmatisering (diskriminering) av fólkum við sálarligum sjúkum. Tí er umráðandi, tá arbeiðast skal við avstigmatisering, at hetta verður broytt. Fyri at basa bygnaðarligu diskrimineringin og tí stigmatisering, sum skipanarligu viðurskiftini millum land og kommunu skapa í samfelagnum, er neyðugt at gera broytingar. Arbeiðsbólkurin mælir til, at tænastan at veita hjálp heima og bú- og stovnspláss til fólk við sálarligum sjúkum, verður javnstillað við tænastuna til fólk við likamligum sjúkum., og eigur tænastan at verða veitt í sama geira. Soleiðis ber til at tryggja, at fólk við sálarsjúkum fáa eins tilboð til hjálp heima, sum fólk við likamligum sjúkum. Hinvegin er politiska avgerðin um, at nýbygningurin á Landssjúkrahúsinum skal hýsa bæði somatiskum og psykiatriskum sjúklingum eitt dømi um avgerð, ið kann vera við til at avstigmatisera sálarligar sjúkur. Arbeiðsbólkurin mælir til, at landafrøðiliga samanleggingin av sjúkrahúsviðgerð av likamligum og sálarligum sjúkum, sum er í gongd, eigur at halda fram og verða útbygd á øllum sjúkrahúsunum. á sama hátt eigur eingin munur at vera gjørdur á teimum, ið verða viðgjørd fyri likamligar sjúkur og sálarligar sjúkur. At nýggjur Psykiatriskur depil nú verður bygdur saman við medisinsku deild, barnadeild og føðistovu, er eitt stórt stig rætta vegin. Sæð í hesum høpi, er til dømis ikki rætt at 12 skipa eina serliga psykiatriska skaðastovu, sum annars fleiri fakfólk og áhugafeløg hava víst á. Arbeiðsbólkurin heldur avgjørt, at tað er brúk fyri einari skaðastovu, tá fólk brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga, soleiðis at tey eru í vanda fyri seg sjálvi ella onnur. Sjálvmorðshótt og onnur skulu altíð kunna ringja og fáa hjálp. Arbeiðsbólkurin heldur tó, at hetta skal vera sama bráðmóttøka, sum tey, ið hava likamligar sjúkur venda sær til. Arbeiðsbólkurin mælir til, at Læknavaktin 1870 eisini skal taka sær av teimum, sum brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga. Til tess krevst, at starvsfólk við neyðugum førleikum at handfara sálarligar bráðstøður og at veita telefonráðgeving, verða knýtt at Læknavaktini. Tá arbeiðast skal við at burturbeina stigmatiseringina avstigmatisering, er neyðugt at taka atlit til tey ymisku stigini av stigmatisering, sum eru nevnd omanfyri. Yvirskipað kann sigast, at átøkini mugu fevna um:  Trupulleikarnar við vitan (manglandi vitan hugsunarliga sjónarhornið)  Trupulleikarnar við hugburði (fordómar tað kensluliga sjónarhornið)  Trupulleikarnar við atferð (diskriminering, tað atferðarliga sjónarhornið) Til fyrsta partin er neyðugt, at tað verður skipað fyri upplýsing um sálarligar sjúkur, bæði fyri almenningin, í skúlum, arbeiðsplássum og fyri fakfólkum. Eitt týðandi fet í arbeiðinum við sálarligari heilsufremjan, er at økja um kunnleikan um sálarliga heilsu millum manna, og á tann hátt tálma stigmatiseringini. Seinastu fáu árini hava verið fleiri sjónligar kampanjur, sum hava sett orð og myndir á sálarligar avbjóðingar og sálarheilsu. Bæði Fólkaheilsuráðið og Sinnisbati hava fingið kend og minni kend fólk at seta orð á, hvat sálarlig heilsa er fyri tey. Slík átøk økja um tilvitanina og vitanina hjá fólki um sálarliga heilsu, og eru við til at minka um fordómarnar um sálarsjúku. Fjølmiðlar hava ein stóran leiklut í mun til tær hugmyndir og tað málbrúkið, sum vit brúka, tá vit tosa um ymiskar sálarsjúkur og tey fólk, sum hava sálarsjúku. Kanningar úr Danmark vísa, at 43% av danska fólkinum heldur, at fólk við sálarsjúku eru vandamiklari enn onnur, og kemst hetta eitt nú av tíðindunum úr fjølmiðlunum, sum geva ta fatan, at tey flestu sálarsjúku fremja harðskap ella ikki megna at ansa børnum. Vegna stóru ávirkanina, sum miðlar hava á hugburðin hjá fólki, kunnu teir eisini spæla ein positivan leiklut. Tá kend fólk hava verið frammi í miðlunum og sagt frá um egnar royndir við tunglyndi, hevur tað verið við til at fremja eitt fjølbroytt málbrúk og fingið fólk at góðtaka sjúkuna. Tað eru sostatt góðir møguleikar fyri samstarvi við miðlarnar, feløg og onnur, sum arbeiða við at gera hugmyndirnar av fólki við sálarsjúku meira fjølbroyttar. 13 3 KAPITTULSáLARLIGHEILSUFREMJAN Arbeiðið við sálarligari heilsufremjan skal fara fram á fleiri økjum og í fleiri geirum samstundis og samskipað. Neyðugt er at fremja málrættað og munadygg tiltøk, soleiðis at tey, ið treingja, kunnu fáa gagn av teimum, áðrenn tey menna sálarligar avbjóðingar og sjúku. Fyribyrging leggur dent á at minka um vandan fyri sjúku. Heilsufremjan snýr seg harafturímóti um at fremja tað, ið hevur týdning fyri tað góða og heilsugóða lívið. Sambært Heimsheilsustovninum WHO eigur dentur, innan heilsufremjan, at vera á okkara tilfeingi og tað, ið skapar heilsu. Heilsufremjan kann lýsast sum ein gongd, har fólk kunnu økja um tamarhaldið fyri heilsuni og betra um teirra heilsu. í sínum útgangsstøði leggur heilsufremjan dent á alt fólkið í ymiskum samanhangum í gerandisdegnum, og ikki bert viðbreknar bólkar. í praksis snýr heilsufremjan seg ikki bert um, hvussu tann einstaki velur at liva sítt lív, men í líka stóran mun um, hvussu samfelagið er skipað í mun til at fremja heilsuna hjá tí einstaka. Heilsufremjandi átøk eru breiðari samfelagslig átøk, sum eru rættað teimum ymisku sambondunum, ið vit eru partur av í gerandisdegnum. Tað snýr seg sostatt um at skapa bæði heilsufremjandi umhvørvi og samfelag. Sálarlig heilsufremjan kann lýsast sum átøk, ið fremja sálarliga trivnaðin hjá borgarum, megi til at klára avbjóðingar í gerandisdegnum og luttøku í felagsskapi við aðrar borgarar. Dentur verður lagdur á at skapa karmar, ið eru sálarliga heilsufremjandi. Sálarlig heilsufremjan er fyri øll menniskju, uttan mun til, um ein hevur sálarliga sjúku ella ikki. Tá nýggj samgonga tók við í 2015 tók landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum stig til, at sálarlig heilsa varð javnsett við onnur átaksøkir í arbeiðinum hjá Fólkaheilsuráðnum, ið annars serliga hava havt fokus á likamliga heilsu. Politiska raðfestingin hevur havt við sær, at sálarliga heilsa veruliga er sett á breddan í fólkaheilsuarbeiðinum hesi seinastu trý árini. Arbeiðsbólkurin mælir til, at sálarheilsa skal vera ein javnbjóðis partur av fólkaheilsuarbeiðinum í bæði lands- og kommunalpolitikki. Kropslig og sálarlig heilsa skal síggjast í einum samanhangi, og barnagarðar, skúlar, arbeiðspláss, frítíðartilboð og lokalu umhvørvini skulu vera heilsufremjandi. Samfelagið má í síni heild seta inn at fremja sálarheilsuna og lívsgóðskuna hjá føroyingum. Serligur dentur eigur at verða lagdur á umstøður fyri meistring og at javna út sosialar munir í sálarligari heilsu. Umstøður fyri meistring merkir lutfallið millum førleikar og tilfeingið hjá tí einstaka og krøv og umstøður frá umhvørvinum; ein væleydnað meistring er, tá javnvág er millum hesi. Tá meistringin ikki eydnast, kann úrslitið verða strongd, sálarligar avbjóðingar og vantrivnaður. Frágreiðingin til tað er at finna bæði hjá tí einstaka og í umhvørvinum, men ikki minst í sambandinum millum hesi bæði. 3.1 LEGGJA DENT á Tá, SUM FREMUR HEILSUNA í arbeiðinum við sálarheilsu í fólkaheilsuarbeiðinum eigur dentur at verða lagdur á, hvat fremur góða heilsu og eitt gott lív, og á tær jaligu síðurnar av sálarheilsuni. Alt frá meistring, nøgdsemi, kenslu at hoyra til, menning og vøkstur, sjálvræði til uppliving av meining og jalig sambond, eru týdningarmiklir liðir í góðari sálarheilsu. Fólkaheilsuráðið fór í 2016 undir nýggja verkætlan rópt ABC fyri sálarliga heilsu (Act-Belong-Commit). ABC fyri sálarliga heilsu er ein heilsufremjandi ætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at verja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. útgangsstøðið er, at sálarlig heilsa er alt tað, ið ger lívið vert at liva, og at tað hevur eins stóran týdning, at vit styrkja okkara sálarligu heilsu eins og okkara likamligu heilsu. Verkætlanin er ein øðrvísi roynd at fáa fólk at gerast varug við sína heilsu, sum er fyri øll. Við hesum átakinum fær sálarlig heilsa eitt nýtt og jaligt sjónarhorn, ið varpar ljós á at vera virkin á ymiskan hátt, og snýr seg um at fremja trivnað og styrkja okkum sum menniskju. Altjóða hevur verkætlanin víst seg at eydnast væl í mun til fleiri viðurskifti, m.a. at økja um tilvitanina hjá fólki um, hvat tey sjálvi kunnu gera fyri at ansa eftir sálarligu heilsuni hjá sær sjálvum og øðrum. Eisini um at minka um stigmatiseringina av sálarligari sjúku og at fremja útbreiðsluna av einari røð av átøkum fyri sálarligari Arbeiðsbólkurin metir, at hóast ABC-verkætlanin bert hevur virkað í stutta tíð í Føroyum, so hevur hon longu havt við sær eina røð av heilsufremjandi átøkum í kommunum kring landið, sum varpa ljós á, hvat styrkir okkara sálarligu heilsu. Arbeiðsbólkurin mælir til, at Fólkaheilsuráðið heldur fram við og styrkir ABC-verkætlanina, sum nú veruliga hevur fingið flog. Kommunur hava í vár skipað fyri fleiri átøkum fyri sálarligu heilsuna. Sum nevnd omanfyri hevur Fólkaheilsuráðið í hesum valskeiðinum havt sjóneykuna á sálarheilsu og gjørt ymisk átøk, eitt nú kampanjuna um SunnSinn. Ráðið varpar tó framvegis ljós á tey meira siðbundnu heilsufremjandi tiltøkini, sum skulu fyribyrgja líviháttarsjúkur, so sum royking, alkohol, kost og rørslu. Tað eru tøtt sambond millum tað sum elvir til likamligar sjúkur og sálarligar sjúkur. Sálarligar avbjóðingar økja um vandan fyri likamligum sjúkum og at doyggja tíðliga. Samstundis er tað størri vandi fyri sálarligum avbjóðingum, um ein stríðist við likamligar sjúkur. Tað merkir, at arbeiða vit fyri at fáa fólk at eta sunnan kost, røra seg, drekka minni og leggja av at roykja, so hevur tað jalig árin á sálarligu heilsuna hjá breiðu fjøldini. Gransking bendir á, at tilmæltu kostráðini eisini hava góða ávirkan á sálarligu heilsuna, serliga í mun til tunglyndi. Seinastu árini hava alt fleiri fingið eyguni upp fyri frálíku møguleikunum í føroysku náttúruni. Gongutúrar í fjøllunum hava vundið upp á seg, og skipaðir verða túrar fyri høg og lág allastaðni í Føroyum hvørja viku. Eisini hava fleiri kommunur gjørt nógv fyri at slóða fyri møguleikum at vera likamliga virkin. Gøtur eru gjørdar, grøn øki eru fríðkað, til tess at eggja føroyingum og ferðafólki at njóta náttúruna innan- og uttanbíggja. Hetta er eitt gott rák. Gransking vísir, at løtt atkoma til náttúru- og náttúruupplivingar hevur týdning fyri sálarligu heilsuna og lívsvirðið og kann fyribyrgja sálarligar avbjóðingar. Lívsgóðska er eisini annað. Støðugt fleiri mentanartiltøk taka seg upp úti í kommununum bæði til gaman og ávara. Hesi eru eisini við til at skapa trivnað og fremja sálarheilsu. Hóast hesa góðu gongdina, so vísti Fólkaheilsukanningin 2017 hjá Fólkaheilsuráðnum, at føroyingar røra seg ov lítið. Bert fimti hvør rørir seg nóg nógv svarandi til tilmælini hjá WHO. 10 prosent av føroyingum røra seg als ikki og eru tí í álvarsligum vanda fyri sjúkum, sum likamligt óvirkni hevur við sær. Tá ið tað kemur til kostvanar, so sigur kanningin, at flestu føroyingar eta nóg mikið av fiski, men ov lítið av frukt og grønmeti. Manglandi rørsla og vánaligir kostvanar hava við sær, at meira enn helmingurin vigar ov nógv, og fimti hvør kann bólkast at vera feitur. Serliga eru tað menn, sum eru feitir. Arbeiðsbólkurin mælir til, at Fólkaheilsuráðið heldur fram við at varpa ljós á týdningin av heilsugóðum kosti og rørslu og vísa á tey jaligu árinini, sum kostur og rørsla hava á sálarligu heilsuna. Arbeiðsbólkurin mælir til, at kommunurnar gera uppaftur meira fyri at skapa góðar karmar til fólk, fyri at fáa tey at røra seg meira. Ikki øll hætta sær ella hava orku at ganga í haganum, tí eigur at verða hugsað um grønar gøtur og náttúruupplivingar, har tey búgva. 15 3.2 TýÐANDI AT SLEPPA AT VERA VIRKINAt vera partur av arbeiðsmarknaðinum hevur nógvar ágóðar. Umframt at eitt lønt arbeiði gevur eitt fíggjarligt frælsi, so vísir gransking, at luttøka á arbeiðsmarknaðinum er fremjandi fyri sálarheilsuna. Orsøkin er millum annað, at arbeiðið gevur sosial sambond, at tað er samleikaskapandi og hevur við sær persónligan vøkstur. Hesar grundgevingar eru eisini kjølurin í lutfalsliga nýggju skipanini um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum varð sett í verk í 2013. Skipanin við arbeiðsfremjandi tiltøkum hevur millum annað sum endamál, at fólk kunnu varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, hóast likamligar ella sálarligar avbjóðingar. Samanborið við okkara grannalond hava vit í Føroyum eina góða skipan, sum stuðlar undir, at borgarar við skerdum arbeiðsføri fáa atgongd til arbeiðsmarknaðin. Treytirnar fyri arbeiðsgevarar, sum taka fólk við skerdum førleika í starv, eru lagaligar, eins hin einstaki verður tryggjaður eitt lutfalsliga gott fíggjarligt grundarlag. Staðfestast kann, at fleiri og fleiri varðveita ella fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin ígjøgnum skipanina. Hetta er góð gongd. Politiskt hevur verið sett fram, at økingin av fólkum, sum koma í skipanina við arbeiðsfremjandi tiltøkum átti at hava við sær færri fyritíðarpensjónistar. Greining, sum landsstýriskvinnan í almannamálum legði fyri fíggjarnevndina í sambandi við fíggjarlógina fyri 2015, sigur, at fyritíðarpensjónir hava havt ein lækkandi tendens seinnu mongu árini. Hendan gongd tykist halda fram. í greiningini verður mett, at tað er sannlíkt, at lækkandi talið av lægstu og miðal fyritíðarpensjónum hevur samband við lóggávuna um arbeiðsfremjandi tiltøk. Givið er, at arbeiðsfremjandi tiltøk ikki einans er ein stuttskygd útreiðsla, men heldur ein íløga, sum í longdini gevur eitt munandi íkast til samfelagsbúskapin. Samfelagsliga gagnið av hesum skipanum kann ikki gerast upp í krónum og oyrum. Greitt er, at fíggjarligi fyrimunurin fyri landið er munandi størri, enn munurin millum útreiðslur til arbeiðsfremjandi tiltøk og lækkaðar útreiðslur til t.d. fyritíðarpensjón. Ein persónur kann við arbeiðsfremjandi tiltaki fáa fleiri ár á arbeiðsmarknaðinum og verður hesi árini við til at økja um framleiðslu og rinda skatt. Kanningar aðrastaðni vísa, at tey í minni mun brúka vælferðarskipanir so sum heilsuverk, stuðul til heilivág, almannaverk o.s.fr. í øllum førum hevur tað alstóran týdning, at vit gera alt fyri at fólk, sum hava møguleika fyri at arbeiða, ikki fullkomiliga missa tilknýtið. Almannaverkið hevur víst á, at tørvur er á fleiri sonevndum vinnuráðgevum, sum arbeiða við at finna pláss á arbeiðsmarknaðinum til fólk við skerdum førleikum. Haraftrat krevst eitt økt samstarv millum heilsu- og almannaverk, so borgarin fær eina heildartænastu, sum er lagað til tørvin hjá tí einstaka. Sosialráðgevarafelagið hevur í hesum sambandi víst á, at sosialráðgevar áttu at verið settir í starv í heilsuverkinum millum annað til tess at stuðla fólkum við sálarligum avbjóðingum at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin og í heila tikið at hava ein virknan gerandisdag. Sosialráðgevin tryggjar somuleiðis, at borgarin fær røttu vegleiðing í mun til ymsu fíggjarligu veitingarnar, sum hann hevur rætt til undir sjúku. Fleiri tilboð eru skipað til teirra, ið ikki megna at vera á vanliga arbeiðsmarknaðinum. í Almannaverkinum eru fleiri virknistænastur ætlaðar til fólk við sálarligum avbjóðingum og eisini fáa Dugni og Fountainhúsið almennan stuðul. Dugni veitir borgarum í vinnuførum aldri, ið ikki megna at fáa ella varðveita eitt arbeiði á arbeiðsmarknaðinum endurbúgvingartilboð og arbeiðstilboð, meðan Fountainhúsið er eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk, sum hava sálarligar avbjóðingar. Arbeiðsbólkurin mælir til, at fólk við sálarligum avbjóðingum framvegis skulu hava góðar møguleikar at luttaka á arbeiðsmarknaðinum. Hetta skal gerast í einum tøttum samstarvi 16 millum heilsu- og almannaverk, og arbeiðsgevararnar. ítøkiliga mælir arbeiðsbólkurin til, at nokk av tilfeingi er til arbeiðið at fáa fólk við skerdum førleika út á arbeiðsmarknaðin, umframt at sosialráðgevar verða settir í starv í heilsuverkinum tryggja borgaranum holla ráðgeving og vegleiðing. 3.3 FáA TIL VEGA OG SKIPA VITANINA UM SáLARHEILSU Vit vita frá okkara grannalondum, at hjá umleið helminginum av fólkum við sálarligum avbjóðingum, komu hesar fram fyrstu ferð, áðrenn tey vóru 15 ár. Tí eru børn og ung ein serliga týdningarmikil bólkur í tí heilsufremjandi arbeiðinum. í kapitli 4 koma vit nærri inn á, hvat eigur at verða gjørt fyri børn og ung. í arbeiðinum við hesari heildarætlanini, hava umboð í arbeiðsbólkinum víst á, at samanumtikið vita vit ikki nógv um sálarligu heilsuna hjá føroyingum. Hetta ger m.a., at tað er trupult at kenna tørvin á økinum og at meta, um núverandi tilboð á økinum eru nøktandi. Harumframt eru vantandi hagtølini fyri økið ein orsøk til at gera tað trupult at skapa og samskipa nýggj tilboð, grundað á veruliga tørvin hjá borgarunum. Nakað av regluligari innsavnan av vitan hevur verið gjørd á økinum seinastu árini (Fólkaheilsuráðið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið, SSP og Gigni), umframt aðrar stakar granskingarverkætlanir, sum siga nakað um støðuna. Tó er granskingararbeiðið merkt av vantandi skipan og reglusemi og er spjatt millum ymsar geirar. Arbeiðsbólkurin mælir til, at granskingarliga tilfarið, ið longu er framleitt um sálarligu heilsuna hjá føroyingum verður savnað og gjøgnumgingið av fakfólki við servitan á økinum, soleiðis at verandi vitan verður gagnnýtt, og at vantandi vitan verður staðfest. Somuleiðis eiga regluligar kanningar at verða gjørdar og greinaðar av sálarheilsuni hjá føroyingum og eiga at liggja til grund fyri víðari menning, tillaging og átøk á økinum. Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur fráboðað, at hon er farin undir arbeiðið at seta á stovn ein sterkan føroyskan fólkaheilsufakmyndugleika. í hesum sambandi verður arbeitt við at fyrireika yvirtøkuna av Landslæknaembætinum. Sum skilst, skal føroyski landslæknin vera partur av fakmyndugleikanum. Arbeiðsbólkurin metir, at hendan eindin kann gerast krummtappurin í arbeiðinum at savna inn vitan og fremja tey røttu átøkini fyri sálarligu heilsuna í Føroyum frameftir. Hesin fakmyndugleikin kann millum annað virka sum ein samskipandi stovnur, sum fær til uppgávu at fáa til vega yvirlit og vísindaliga kanna og samskipa verandi skipanir og átøk á økinum. Við støði í hesum kann stovnurin gera tilmæli um átøk, sum bæði eru serføroysk og grundað á føroyskan tørv, men eisini eru góðskutryggjað. Samstundis eigur myndugleikin at hava eftirlit við og eftirmeta átøk eftir vísindaligum grundreglum. Arbeiðsbólkurin tekur undir við ætlanunum um, at settur verður á stovn ein føroyskur Fólkaheilsumyndugleiki. Hesin eigur at vera fleirfakligur við servitan innan sálarheilsuøkið og millum annað virkað sum ein samskipandi stovnur. Ein av uppgávunum kundi verið at fingið til vega yvirlit, vísindaliga kanna og samskipa verandi skipanir og átøk á økinum fyri síðani at gera tilmæli um átøk. Sjá eisini tilmælini omanfyri. 17 4 KAPITTULBØRNINISKULUHAVABESTUFORTREYTIRFYRIGóÐARISáLARHEILSU Vit eiga at leggja okkum eftir at varnast mistrivnað hjá børnum so tíðliga sum møguligt, og at seta inn so skjótt sum gjørligt við teimum røttu fyriskipanunum. Fyri hitt einstaka barnið og familjuna er hetta av ovurstórum týdningi fyri møguleikarnar at fáa eitt gott lív. Somuleiðis vísa kanningar eisini greitt, at størsti fíggjarligi samfelagsligi vinningurin kemur við at gera íløgur í børnini og teirra menning, samanborið við at gera íløgur í menningina seinni í lívinum. Skjalprógvað er, at trupulleikar við mistrivnaði í longri tíð kann elva til sálarsjúku. Somuleiðis vita vit, at fólk, sum hava sálarligar avbjóðingar sum vaksin, í stóran mun hava havt slíkar avbjóðingar sum ung. Hetta krevur, at vit arbeiða skipað við tvørfakligum og tvørgeiraligum átøkum, børnunum at frama. Flestu børn og ung í Føroyum trívast og liva eitt aldurssvarandi og virkið lív við luttøku í skúla og frítíðarítrivum. Tey hava góð vinfólk og gevandi familjusambond. Tó eru greiðar ábendingar um, at talið økist á børnum og ungum, ið ikki trívast í gerandisdegnum vegna sálarligar trupulleikar. ávísingarnar til barna- og ungdómspsykiatrisku deildina hava seinastu árini verið støðugt vaksandi, og hagtøl um heilivágsnýtsluna avdúka, at alt fleiri ung (15-24 ár) fáa antidepressiva. Almannaverkið vísir á sálarligar líðingar, sum størstu orsøkina til óarbeiðsføri hjá ungum føroyingum. Sernám hevur víst á, at ein vaksandi bólkur av børnum og ungum megna ikki skúlan vegna sálarligar avbjóðingar, aloftast angist. Somuleiðis vísa skrásetingar hjá heilsufrøðingum, at umleið fjórði hvør næmingur í fólkaskúlanum livir við trupulleikum ella avbjóðingum, ið kunna ávirka teirra sálarligu heilsu. Hesi tøl samsvara við kanningar frá Fólkaheilsuráðnum, sum siga, at tað serliga eru tey ungu vaksnu, sum stríðast við sálarligar avbjóðingar. Hjá teimum yngru vísur granskingin, at millum 20-40% longu áðrenn 14 ára aldur, hava verið merkt av álvarsligum sálarligum avbjóðingum. Omanfyri nevnda lýsir ein tørv hjá børnum og ungum, ið tykist vera vaksandi, hóast tølini eisini skulu tulkast við varsemi. Hetta kann partvíst hanga saman við, at sjóneykan í størri mun nú enn fyrr, verður sett á, hvussu børn og ung trívast. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er, at tað eru børn og ung, ið stríðast við sálarligar avbjóðingar, og at tey sum er, ikki altíð fáa neyðugu hjálpina. Um vit skulu venda gongdini, er neyðugt, at vit gera íløgur í at veita skjóta hjálp. Góð sálarheilsa er ein avgerandi fortreyt fyri menning og læring hjá børnum og ungum, útbúgving og seinni at fáa fótafestið á arbeiðsmarknaðin. Tí er týdningarmikið, at vit gera nakað munagott fyri at lyfta sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum, sum ikki trívast. Vit mugu tryggja okkum, at tey fáa hjálp rættstundis, so sálarliga heilsustøðan ikki versnar. 4.1 GRUNDARLAGí LEGGJAST í VíGONGUTíÐINI Ein tryggur uppvøkstur er sambært Sameindu Tjóða ein grundleggjandi rættur hjá øllum og fremur møguleikarnar fyri eini góðari sálarheilsu alt lívið. Foreldur eru týdningarmestu umsorganarpersónar og stuðlar hjá barninum. Tí skal arbeiðið fyri sálarheilsu leggja stóran dent á ráðgeving, stuðul og um neyðugt viðgerð til komandi foreldur og foreldur at yngri børnum, umframt gjøgnum uppvøksturin hjá barninum. Grundarlagið fyri tryggu tilveruni má leggjast longu í viðgongutíðini, so hetta tíðarskeiðið verður so gott, sum til ber. Ein kanning, sum Gigni gjørdi í 2012/2013 vísir, at 13% av øllum mammum vísa tekin um tunglyndi ella ábendingar um hetta. Gott hevði tí verið, um tað stóðu øllum komandi foreldrum í boði at fáa vitjan av skikkaðum fakfólki tíðliga í viðgongutíðini. Sum er hava allar komandi mammur samband við ljósmøður í viðgongutíðini og kundi hendan tænasta verið víðkað við heilsufremjandi tænastu, har herðsla varð løgd á sálarheilsuna hjá mammuni og pápanum, umframt at førleikin at gerast foreldur verður styrktur. Við hesum ber til at byrgja fyri barns- burðartunglyndi, eins og at foreldrini kunnu menna eitt trygt tilknýti til komandi barnið. Gransking vísur, at um man verður varugur við barnsburðartunglyndi í viðgongutíðini, og familjan fær viðgerð beinanvegin, fáa flest øll foreldrini tað betri og sleppa undan vandanum at fáa tunglyndi. Hetta er, áðrenn barnið verður føtt. Hinvegin er tað sera tungt fyri alla familjuna, um foreldrini hava barnsburðartunglyndi, tá barnið er komið í verðina. Umframt allar tær vanligu kanningarnar, sum kvinnur, ið eru við barn, skulu ígjøgnum, mælir arbeiðsbólkurin til, at bæði mamman og pápin fáa tilboð um at verða screenað fyri barnsburðartunglyndi í viðgongutíðini. Tá ábendingar eru um barnsburðartunglyndi, eiga foreldur og familjan annars at fáa kunning um, hvat avbjóðandi støðan inniber, soleiðis at næstringarnir skilja støðuna og vera stuðlandi. Starvsfólk í barnagørðum og skúlum eiga at verða kunnað, soleiðis at tey í størri mun kunnu vera stuðlandi. í løtuni fara viðgerðir fyri barnsburðartynglyndi fram á Psykiatriska deplinum. Tað eigur at verða umhugsað, um viðgerðir áttu at ligið í primera geiranum. Sum er, skulu mammurnar, sum hava ábending um barnsburðartunglyndi, ávísast til psykiatriiina. Tað hevði helst verið landafrøðiliga lagaligari, um tænastan varð veitt nærri gerandislívinum hjá foreldrunum. Aðrastaðni í hesari heildarætlan verður mælt til at styrkja primera geiran, so fleiri sálarheilsutænastur kunnu verða veittar kring landið. Henda viðgerð kundi verið ein av hesum tænastum. Sjálvsagt skal møguleiki framvegis vera at fáa viðgerð á Psykiatriska deplinum, tá tað er neyðugt. Heilsufrøðingar koma so at siga í øll heim við børnum í Føroyum, og síggja øll skúlabørn. Heilsufrøðingar hava harvið eitt serstakt samband við føroysku børnini og familjur teirra og eru tí lyklapersónar, tá tað snýr seg um sálarheilsuna hjá børnum í øllum aldri. Sum er, er ein steðgur ímillum vitjanirnar, frá tí at børnini eru 18 mánaðir og til tey fara í skúla. í hesum tíðarskeiði síggja heilsufrøðingar ikki børnini. Arbeiðsbólkurin mælir til, at Gigni eigur sum frá líður at varðveita sítt tilknýti til børnini og teirra avvarðandi øll árini frá føðing, og til barnið er 18 ár. 4.2 HJáLPA FORELDRUM AT VERA FORELDUR Familjuviðurskifti og sambond við vaksin eru sera týðandi fyri børn og ung. Góð sambond við tey, ið eru um barnið, er eitt grundleggjandi skjól fyri sálarligar avbjóðingar, eins og tey eru ein vandi, tá sambondini eru vánalig. Tað gevur tí góða meining at styrkja stuðulin til foreldur, til tess at økja um møguleikarnar fyri, at børnini fáa góða umsorgan. Tað eru fleiri familjur, foreldur og børn, sum hava tørv á góðari fakligari familjuráðgeving. í lógini um barnavernd eru møguleikar at veita familjuráðgeving, men arbeiðsbólkurin er samdur um, at slíkt tilboð átti at verið atkomuligt hjá fleiri. Semja er um, at fingu fleiri familjur hjálp skjótari, t.v.s. áðrenn trupulleikarnir gerast ov ógvusligir, hevði tað óivað eisini virkað fyribyrgjandi í mun til avleiðingar og øktar trupulleikar seinni. Royndir úr Svøríki vísa eisini, at tað loysir seg at stuðla foreldrunum í teirra leikluti sum foreldur, tá hetta verður gjørt rættstundis. Sum dømi kann nevnast ein familja, ið ikki megnar nóg væl at taka sær av einum lítlum barni. Teimum átti at staði í boði dagtilboð við kønum fólki at leggja teimum lag á at vera foreldur, hvussu tey skulu vera um barnið, veita umsorgan, gera mat o.s.fr. Gáttin til tilboðið eigur at vera lág og atkomulig hjá foreldrum at venda sær til, tá tey eru í iva, hava spurningar, ella tá avbjóðandi støður stinga seg upp. Tað er umráðandi, at hetta tilboð 19 hevur starvsfólk við fjølbroyttum og tvørfakligum førleikum. Tað er greitt, at eitt slíkt tilboð liggur á markamótinum millum barnavernd og virkisøkið hjá Gigni, og eigur hetta tilboðið at verða skipað hjá øðrum av hesum myndugleikum. Fyrimunir og vansar eru við báðum møguleikunum og er arbeiðsbólkurin ikki heilt samdur um hvør skipan er hin rætta. í øllum førum krevst, at Gigni og barnaverndirnar samstarva um ráðgevingina. Arbeiðsbólkurin mælir til at skipa eina lætt atkomuliga landsumfatandi tvørfakliga familjuráðgeving undir Gigni, sum stuðlar og hjálpir foreldrum at vera foreldur. Fakliga familjuráðgevingin skal samstarva við barnaverndartænasturnar kring landið. Eisini á dagstovnaøkinum er sjóneykan í størri mun sett á trivnaðin og sálarligu heilsuna hjá børnunum. Ymsir stuðulsmøguleikar eru um at skipa serstøk námsfrøðilig tiltøk á stovnunum. Serstovur eru í summum kommunum, tá vanliga kommunala dagstovnatilboðið ikki er nøktandi fyri barnið. Sernám veitir eisini sernámsfrøðiliga og sálarfrøðiliga ráðgeving, og Almannaverkið veitir familjum ráðgeving, sum hava barn við autismu. í fleiri kommunum í landinum er námsfrøðilig ráðgeving, ið stovnar kunnu heita á, um tey hava tørv á ráðgeving í mun til eitt einstakt barn, ein barnabólk ella fakliga innihaldið yvirhøvur á stovninum. Ráðgevingin er eitt fyribyrgjandi tiltak og er í samstarvi við starvsfólk á stovninum og foreldur. Arbeiðsbólkurin mælir til, at tilboð um námsfrøðiliga ráðgeving verður tøkt á øllum dagstovnaøkinum kring alt landið. Best er tó, sum nomið er við omanfyri, at skapa umstøður fyri góðari sálarheilsu og at arbeiða við hesum á ein skipaðan hátt. í okkara grannalondum síggja vit nógvar verkætlanir innan hetta økið, ið vilja geva børnunum so gott í beinið, sum til ber. Samstundis verður funnið fram til tey børnini, ið ikki trívast, og sum eru í vanda fyri fáa enn størri trupulleikar. Eisini her á landi verður roynt at byggja upp eina skipan, har starvsfólk á dagstovnum og skúlunum saman við foreldrunum ansa eftir, at børnini trívast og mennast. Tað er SSP, sum eitt samstarv millum Sosialar myndugleikar, skúlar og Politi, ið hava sett skipanina í verk undir heitinum TíTT Tiltøk í Tøkum Tíma. í Danmark eitur skipanin TOPI (Tidlig Opsporing og Indsats), og er hon beinleiðis lógarkravd har. Skipanin skal tryggja, at starvsfólkini fáa eygu á tey børn, har trivnaðurin onkursvegna ikki er nøktandi. Við tað, at hesi starvsfólk hava dagligt samband við børnini, hava tey góðar møguleikar at meta um, hvussu trivnaðurin er. 4.3 ATKOMULIG FAKLIG RáÐGEVING TIL BØRN OG UNG í FóLKASKúLANUM OG á MíNáMI Arbeiðið at økja um trivnaðin og basa happing millum næmingar í fólkaskúlanum er eitt øki, sum politiski myndugleikin rættiliga hevur sett á breddan. í 2015 varð stór kanning av happing gjørd millum fólkaskúlanæmingar, sum staðfesti, at umleið 13% av spurdu næmingunum vórðu happað. Hóast hetta, er ein bati á 2% síðani seinastu kanning, sum varð gjørd í 2007, tó er støðan ikki nøktandi. Tað er skjalprógvað í eitt nú Noregi, at samband er ímillum happing og sálarligar avbjóðingar. Sitandi samgonga sigur í fylgiskjali til samgonguskjalið, at hon tekur trupulleikar við trivnaði og happing í størsta álvara og setir tiltøk í verk á hesum øki. Ymisk tiltøk hava verið sett í verk fyri at økja um trivnaðin í skúlunum og at fyribyrgja happing, m.a. átøk úti í skúlunum, ráðstevna fyri øllum starvsfólkum í fólkaskúlanum, skeið fyri lærarum og arbeiði fyri at fáa allar skúlar at arbeiða við eini endurskoðaðari trivnaðarætlan, sum tekur støði í endurskoðaðu fatanini av happing. Henda gongur burtur frá at síggja happing sum einstaklinga fyribrigdi. Heldur skal happing fatast sum sosialt fyribrigdi, har arbeiðast má við umhvørvinum og felagsskapinum fyri at minka um happing bæði tí, sum er í skúlanum og uttan fyri skúlan. 20 Mentamálaráðið hevur í sambandi við trivnaðararbeiðið og í sambandi við at basa happing, álagt og arbeitt saman við øllum skúlum at gera eina trivnaðarætlan, sum er í samsvari við endurskoðaðu fatanina av happing. Hetta arbeiðið hevur tikið drúgva tíð, tí talan er um eitt sokallað paradigmuskifti í háttinum at skilja trivnað og happing, og tískil snýr arbeiðið seg í rættiliga stóran mun um at íverkseta eina hugburðsbroyting ella mentanarbroyting í skúlunum og aðrastaðni. í broytingini í fólkaskúlalógini í vár varð samtykt, at trivnaðarætlan verður ásett sum ein av meginreglunum fyri virkseminum hjá skúlastýrinum. Lógarbroytingini heimilar eisini ger av nærri reglum um arbeiðið við meginreglum. Ætlanin er, at tað arbeiðið fer í gongd í ár. Fyrireikingar eru farnar í gongd til at gera nýggja kanning á heyst. Yvirskipað er málið fyri arbeiðið at skapa góðar umstøður fyri næmingar og starvsfólk í føroyska fólkaskúlanum, soleiðis at tryggjað verður best møguligan trivnað og læring. Arbeiðsbólkurin tekur undir við politiska boðskapinum um, at vit eiga at stremba móti eini nullhugsjón, tá tað umræður happing í skúlanum. átøk eru longu gjørd og fleiri eru í umbúna. í arbeiðinum við heildarætlanini hava fleiri víst á, at ein vaksandi trupulleiki hjá fleiri børnum og ungum er angist og tunglyndi. Orsøkirnar til hetta eru óivað fleirtættaðar, og kunnu ivaleyst í fleiri førum stava frá kringumstøðunum hjá barninum. Gongdin við angist og tunglyndi sæst eisini aftur í barna og ungdómspsykiatriini, sum síggja alt fleiri ung við hesum avbjóðingum, ið hava tørv á viðgerð, men har rætta viðgerðin ikki er tøk. Neyðugt er at taka hesar avbjóðingar í størsta álvara, og eiga vit at stremba eftir at lofta hesum avbjóðingum, áðrenn tær gerast álvarsligar og lemjandi fyri barnið. Tað tykist sum fleiri detta niður ímillum, tí tað er ikki uppgávan hjá Sernámi at veita teimum tilboð, og samstundis eru tey kanska ikki nóg illa fyri at fáa viðgerð í Barna- og ungdómspsykiatriini. Arbeiðsbólkurin er av teirri fatan, at stórur tørvur er á fleiri sálarfrøðiligum samrøðutilboðum til børn og ung og avvarðandi teirra. Slík tilboð eru í ein avmarkaðan mun í dag, men eru ikki nóg atkomulig og long bíðitíð er at koma framat. Fyri børn og ung, sum hava tørv á hjálp fyri sálarligar avbjóðingar, er tað umráðandi, at góðar tænastur eru atkomuligar. Tað eigur at gerast lættari hjá lærarum, heilsufrøðingum og øðrum starvsfólkum á fólkaskúlunum at søkja sær professionella ráðgeving í sambandi við sálarliga trivnaðin hjá næmingum, tá tørvurin er har. Næmingunum átti eisini at staðið í boðið at fingið ráðgeving, viðgerð ella annað í nærumhvørvinum, tá tørvur var á tí. Sernám veitir sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga ráðgeving og arbeiðir við at fáa enn tættari knýti til skúlarnar, harímillum førleikastovurnar. Arbeiðsbólkurin hevur umrøtt ymsar hættir at skipa hesa sálarfrøðiligu ráðgeving. Avgerandi er at byggja á verandi skipanir og teir starvsbólkar, ið longu eru í sambandi við børnini í skúlanum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at sálarfrøðiliga ráðgevingin til børn og ung (og avvarðandi) í fólkaskúlanum verður meira atkomulig. Ein háttur at røkka málinum er at knýta sálarfrøðiliga tilboðið í fólkaskúlanum at Sernámi, sum frammanundan er virkið á øllum skúlum. í 2017 varð kanning um sálarheilsuna hjá miðnámsskúlanæmingum almannakunngjørd. Niðurstøðan varð, at breiði hópurin trívist, men at ungdómslívið er serliga krevjandi. Hetta ávirkar sálarheilsuna, men í kanningini verður víst á, at hetta ikki neyðturviliga eru avbjóðingar, ið skulu sjúkliggerast. Eitt av tilmælunum í kanningini er, at tørvur er á einari lætt atkomuligari ungdómsráðgeving, har tey ungu skjótt og ómakaleyst kunnu fáa ráðgeving frá viðkomandi fakpersóni. Spurningurin um eitt ráðgevingartilboð hevur eisini verið frammi í sambandi við, at Sinnisbati í eina tíð hevur arbeitt við at skipa eitt føroyskt 21 headspace, sum er ráðgevingartilboð til ung, ið hevur sín uppruna úr Avstralia. Og herfyri boðaðu Tórshavnar kommuna og Barnabati frá, at samstarv er skipað um nýggja mentorskipan fyri ung við tí endamáli at veita eitt upplýsandi, fyribyrgjandi og mennandi tilboð til ung í aldrinum 12-18 ár, ið kunnu hava sálarligar ampar at dragast við. á miðnámsskúlaøkinum hava fleiri av lestrarvegleiðarunum tikið vegleiðaraútbúgving, ið hevur førleikament teir til at vegleiða teimum ungu, eisini tá tað snýr seg um persónligar avbjóðingar. Teir verða tí eisini mettir sum lyklapersónar, tá tað snýr seg um sálarheilsuna hjá miðnámsskúlanæmingum, og kunnu teir í størri mun verða nýttir á miðnámsskúlunum eins og hjá teimum, ið eru undir hægri lestri á Fróðskaparsetrinum. Arbeiðsbólkurin metir, at sálarfrøðiliga skipanin á miðnámi, har næmingar hava møguleika fyri trimum til fimm samrøðum við sálarfrøðing, við fyrimuni kann víðkast til at fevna um næmingar í framhaldsdeild og á Fróðskaparsetrinum. Eitt slíkt samstarv ímillum lestrarvegleiðarar og sálarfrøðingar er atkomuligt og gevur eldru fólkaskúlanæmingunum og øðrum lesandi møguleika fyri at fáa hjálp til avmarkaðar trupulleikar ella hjálp til at verða víst/ur víðari í skipanini. Omanfyri hevur arbeiðsbólkurin mælt til, at fyribyrgjandi heilsutænasturnar verða fyri børn og ung upp til 18 ár og kemur skipanin við heilsufrøðingum tí eisini at fevna um miðnámsskúlanæmingar undir 18 ár. Arbeiðsbólkurin mælir til, at tann lætt atkomuliga ráðgevingin til ung á miðnámsskúla verður styrkt. Vit eiga at byggja á førleikarnar, sum longu eru við lestrarvegleiðing, fyribyrgjandi heilsutænastur og sálarfrøðiligu skipanini á miðnámi, sum við fyrimuni kann víðkast til at fevna um Fróðskaparsetrið. 4.4 BARNA- OG UNGDóMSPSYKIATRIIN BETRI KARMAR Psykiatriska viðgerðin til børn og ung er rættuliga nýggj í Føroyum. Fyrstu árini varð økið í stóran mun skipað við hjálp frá ráðgevum uttanífrá, men seinastu árini hava vit ment eitt barna- og ungdómspsykiatriskt toymi á Psykiatriska deplinum. Trýstið er økt munandi hesi árini. Tað koma alt fleiri ávísingar um útgreining og viðgerð, og tí er virksemið eisini økt nógv. Javnan er trýstið so stórt, at bíðirøðirnar til útgreining vaksa nógv og bíðitíðin long. í 2017 vórðu til dømis settir sálarfrøðingar í eina tíð, fyri at koma bíðirøðunum til lívs. Tey børn og ung, sum hava svárar sálarligar avbjóðingar fáa viðgerð í barna- og ungdómspsykiatriini. Sum nevnt omanfyri hava eisini umboð fyri barna- og ungdómsspsykiatriina mælt til, at skipað verður eitt lætt atkomuligt tilboð um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til børn og ung, sum hava lættari til moderatar avbjóðingar, ofta angist og tunglyndi. Hetta er viðgjørt aðrastaðni í heildarætlanini. Arbeiðsbólkurin mælir til, at børn og ung altíð skulu fáa tilboð um skjóta útgreining og meting, helst innan ein mánað. Hetta skal tryggja, at barnið kann koma í viðgerð skjótast til ber, áðrenn støðan versnar. Best hevði verið um hetta varð ásett í lóg, sí eisini tilmælið aðrastaðni um viðgerðartrygd. Tey allarflestu, ið verða útgreinað í psykiatriini, hava tørv á fleirtáttaðum tilboðum. Umframt sálarfrøðiliga viðgerð, er neyðugt at seta inn við námsfrøðiligum tilboðum til tey, ið hava varandi sjúkur, so sum menningartarn, autismu og ADHD. Tað nyttar tí lítið einans at raðfesta eitt lið í ketuni. Viðgerðartilboðini í barna- og ungdómspsykiatriini og námsfrøðiligu tilboðini í øðrum geirum mugu fylgja við. í 2018 er peningur settur av á fíggjarlógini til at skipa eitt dagtilboð til børn og ung á Psykiatriska deplinum. Ætlanin er, at skipað verður eitt tvørfakligt toymi, sum lutvíst verður útgangandi og 22 fer at veita viðgerð og ráðgeving annars heima hjá teimum ungu. Nýggja tilboðið, sum byrjar av álvara í heyst, er eitt kærkomið tilboð til børn og ung og kann taka broddin av tørvinum av innleggingum. Tó mangla fleiri nøktandi tilboð um viðgerð til summar bólkar av børnum og ungum. í dag er viðhvørt neyðugt at senda ung av landinum, tí tilboðið í Føroyum ikki er tøkt ella ikki nøktandi. Sum støðan er, er neyðugt at styrkja og menna tilboðini um viðgerð til børn og ung við psykosu, OCD, etingarólag, umframt áðurnevndu angist og tunglyndi. Arbeiðsbólkurin mælir til, at viðgerðartilboðini og dagtilboðið til børn og ung á Psykiatriska deplinum verða ment og styrkt munandi, á henda hátta fæst eitt meira umfatandi útboð av tilboðum enn í dag. Samstundis metir arbeiðsbólkurin, at tað er ein gongd leið og í samsvari við málið, at viðgerðin í so stóran mun sum gjørligt verður veitt tætt at gerandisdegnum hjá tí einstaka. Eisini eiga tey, sum eru innskrivað á samdøgursstovn sambært barnaverndarlógini ella fáa bú- og viðgerðartilboð sambært forsorgarlógini, at verða veitt tilboð um viðgerð so tætt gerandisdegnum sum gjørligt. í tann mun tað ber til, eiga vit at stremba eftir at hesi fáa viðgerð frá barna- og ungdómspsykiatriini, so tætt gerandisdegnum sum gjørligt. Dømi eru um, at hetta kann eydnast væl. Bú- og viðgerðarstovnurin í Stoffalág er ætlaður ungum við sálarligum trupulleikum, sum krevja samdøgursviðgerð. í Stoffalá er pláss fyri fimm persónum samstundis og er starvsfólkahópurin tvørfakligur. Endamálið stovninum er at skapa fortreytir fyri, at ung kunnu taka aktivan lut í egnum viðurskiftum og at luttaka á jøvnum føti við onnur í samfelagnum. Bú- og viðgerðarstovnurin arbeiðir mið - og stigvíst við at stuðla teim ungu til eitt virkið og innihaldsríkt lív. Miðað verður eftir at tey ungu framyvir koma at búgva egnari íbúð ella vardum bústaði frá Almannaverkinum og tey koma í útbúgving ella fáa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin og at tey fáa ein aktivan gerandisdag. Tætt samstarv er við bæði psykiatriska depilin, sum veitir psykiatriska viðgerð og við skúlaverkið, sum leggur seg eftir at tillaga undirvísing og skúlagongd til tann einstaka. Arbeiðsbólkurin mælir til eitt samstarv millum barna- og ungdómspsykiatriina, samdøgurs- stovnarnar og bú- og viðgerðartilboðini soleiðis, at psykiatrisk viðgerð í tann mun tað ber til, verður veitt, har barnið er. Samstundis mugu námsfrøðiligu tilboðini og serráðgevingin til eitt nú familjur styrkjast munandi, og tilboðini av hesum slag mugu ganga hond í hond við útgreiningina og viðgerðartilboðini í psykiatriini. Um hetta ikki eydnast, kemur barnið bara í eina aðra bíðirøð, uttan at fáa neyðuga hjálp fyri sínar avbjóðingar. Til hetta krevst uttan iva øktar ressursir og raðfestingar. Arbeiðsbólkurin mælir til, at námsfrøðiligu og ráðgevandi tilboðini til børn og ung og avvarðandi teirra bæði á Sernámi og í Almannaverkinum verða styrkt munandi. Tá talan er um ung, sum hava brúk fyri at verða innløgd, er støðan tann, at eingin serstøk barna- og ungdómspsykiatrisk deild er á Landssjúkrahúsinum. Tað merkir, at ung verða løgd inn á somu deild sum vaksin. Hetta er ikki í samsvari við ásetingina í barnarættindasáttmálanum hjá Sameindu Tjóða um, at børn við sálarsjúkum ikki eiga at verða innløgd saman við vaksnum við sálarsjúku. Løgtingsins Umboðsmaður hevur eisini víst á hetta í sambandi við eftirlitsvitjan og hevur mælt til, at skipað verður soleiðis fyri, at ung og vaksin ikki eru innløgd á somu deild. Tað vil altíð verða ein avbjóðing í einum lítlum samfelagi sum okkara, at vit ikki hava sama møguleika, sum størru økini at gera serligar eindir fyri øll sjúkuøkini. Royndirnar hesi árini, barna- og ungdómspsykiatriin hevur verið virkin á 23 Psykiatriska deplinum, vísa, at tørvur er á innleggingum, men at hesin tørvur er ikki stórur. Um vit samanbera lutfalsliga við miðaltøl úr Danmark, so er tørvur á millum einum og tveimum seingjarplássum til børn og ung. Bera vit saman við ísland, so er tørvurin á samdøgursplássum heldur ikki serliga stórur. Bæði í Danmark og íslandi verður nógv gjørt burturúr at arbeiða við útgangandi toymum. Tað merkir, at starvsfólk í barna- og ungdómspsykiatriini í stóran mun fara út í heimini hjá teimum ungu við góðum úrslitum. Omanfyrinevnda nýskipaða dagtilboðið í Føroyum til børn og ung, hevur leitað sær íblástur úr íslandi og fer undir at royna líknandi arbeiðshátt. Arbeiðsbólkurin metir eisini, at tað er umráðandi, at børn- og ung í so stóran mun tað ber til, fáa tilboð um bú- og viðgerðarstovn her heima, tá tørvur er á hesum og ásannar, at tað í dag ikki er nøktandi tal av slíkum plássum í mun til tann tørv, sum hevur víst seg seinastu árini. Arbeiðsbólkurin mælir til, at tað verða skipaðir eitt ella tvey bú- og viðgerðartilboð aftrat eftir samsvarandi leisti, sum tilboðið í Stoffalág í Tórshavn, til børn og ung millum 15 og 23 ár. 4.5 BØRN SKULU IKKI VERA INNLØGD SAMAN Ví VAKSNUM Hinvegin skal herðsla leggjast á, at hóast ambulantu tilboðini gerast fleiri og betri, og starvsfólkini í størri mun fara at arbeiða út frá psykiatriini, fer tað altíð at verða tørvur á innleggingum. Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt spurningin um eina serstaka barna- og ungdómspsykiatriska deild og hevur hetta tilmælið. Arbeiðsbólkurin mælir til, at skipað verður soleiðis fyri, at børn og vaksin ikki eru innløgd saman, sum barnarættindasáttmálin eisini ásetur. Arbeiðsbólkurin er samdur við sjónarmiðinum um, at tað ber illa til at hava eina seingjardeild til kanska tvey børn, sum meira ella minni kemur at standa tóm. Sum frá líður eiga vit tí at umhugsa, um barna- og ungdómsdeildin á Landssjúkrahúsinum ikki eisini eigur at fevna um børn og ung, sum eru innløgd við sálarligum avbjóðingum. Hetta krevur sjálvsagt, at starvsfólk og førleikar frá eitt nú barna- og ungdómspsykiatriini skulu knýtast at barnadeildini, sum ikki eru í dag. Fleiri góðar grundir eru, at skipað verður soleiðis fyri, at signalið um, at í Føroyum verða børn við likamligum og sálarligum sjúkum, mett at hava sama virði, er ikki ótýðandi í mun til at berja niður fordómar og stigmatisering. Men arbeiðsbólkurin sær eisini stórar fyrimunir við, at børn við sálarsjúku koma á eina deild, sum er fyri børn og ung, og har starvsfólkini hava royndir av at fáast við børn, ung og teirra avvarðandi. Ein slík loysn hevði verið eitt nýbrot og eigur tí at fyrireikast væl. í 2021 flyta bæði Psykiatriski depilin og barna- og ungdómsdeildin á Landssjúkrahúsinum í nýggja H-bygningin og hóskandi hevði verið, at barna- og ungdómsdeildin tá eisini kom at fevna um sálarligar sjúkur. Arbeiðsbólkurin mælir til, at sum frá líður eigur barna- og ungdómsdeildin á Landssjúkrahúsinum eisini at fevna um børn og ung við sálarligum avbjóðingum, sum hava tørv á innleggjan. í 2021 fer Psykiatriski depilin í nýggj høli saman við medisinsku deild í nýggja H-bygninginum og upplagt er, at hetta verður sett í verk tá. Samstundis eigur at verða gjørt neyvt samstarv við aðrar stovnar, t.d. nýggja barnaheimið, sum landsstýriskvinnan í almannamálum hevur ætlanir um, um at psykiatriskur fakkunnleiki verður knýttur at, so tað í minni mun enn áður, verður neyðugt at innleggja børn- og ung, sum eru á stovni frammanundan, men at eygleiðing og viðgerð kann fara fram í teirra kenda umhvørvi, har tey eru frammanundan. Tað er tó eisini neyðugt, at Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum beinanvegin fer undir at skipa soleiðis fyri, at ung ikki eru millum vaksin, tá 24 tey eru innløgd. Gjørd eigur at vera ein verkætlan beinanvegin, har byrjaða dagtilboðið eisini skal fevna um møguleikan at hava børn- og ung innløgd. Tilboðið eigur at vera skipað sum ein eind á økinum hjá Landssjúkrahúsinum. Mett verður, at besti møguleikin er at gera umraðfestingar av tí partinum av sjúkrahúsinum, sum í dag verður brúktur til hotellvirksemi (Gestalonin), og sum áður hevur verið partur av Psykiatriska deplinum. Verkætlanin eigur at verða fyrireikað beinanvegin, so umbøn um játtan kann verða løgd fyri Løgtingið skjótast til ber. Arbeiðsbólkurin mælir til, at gjørd verður ein fyribilsloysn beinanvegin, sum tryggjar, at børn og ung ikki verða innløgd saman við vaksnum á Psykiatriska deplinum. Fyrireikingarnar eiga at verða klárar, so umbøn um møguliga játtan til verkætlanina kann koma við í arbeiðið við í nevndarviðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019. í viðgerð av sálarligum trupulleikum, eru børn og ung ofta gloymd avvarðandi, men verða sjálvsagt eisini ávirkað, um foreldrini dragast við sálarligar trupulleikar. Nýggj føroysk kvalitativ kanning er gjørd á hesum øki, og vísir hon, at børn hjá sálarliga sjúkum foreldrum kenna seg stigmatiserað. Hesi vanta kensluligan stuðul frá teimum nærmastu eins og frá fakfólki rundan um familjuna. Børn kunnu eisini vera avvarðandi at systkjum, ið á einhvønn hátt stríðast við álvarsama sjúku og/ella sálarligar trupulleikar. Sum heild leggur hetta stórt trýst á familjuna, og avvarðandi barnið kann koma til at taka eina ov stóra ábyrgd heima, fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, eins og barnið kann kenna, at tað ikki er pláss til møguligar stúranir og trupulleikar hjá hesum barninum, tá familjan longu er strongd. Tí hava hesi børn lyndið til at verða yvirsædd, serliga í skúlanum, tí tey síggja út til at klára seg væl, hóast tey kensluliga eru merkt av heimligu støðuni. At vera barn og avvarðandi kann í stóran mun hava neiliga ávirkan á sálarheilsuna hjá hesum børnum og ungum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at ráðgevingar- og viðgerðarstovnar hugsa um børn sum avvarðandi inn í viðgerðina og vísa til møgulig onnur tilboð. 25 5 KAPITTULSKJóTATKOMULIGVíGERÐARTILBóOGTÆNASTATILVAKSIN Um allan heimin hevur seinastu árini verið vístur serligur áhugi fyri viðgerð av sálarligum avbjóðingum, sum verða nevnd av lættari slagi ella ikki-psykotiskum slagi. Tá verður serliga hugsað um angist (ótta), tunglyndi, tvingsilstankar og atburð (OCD) og strongd av ymiskum slagi, men eisini etingarólag og persónsmenskutrupulleikar koma ofta við í hendan bólkin. Her er talan um so nógv tann størsta bólkin av fólki við sálarligum trupulleikum, og nakað bendir á, at hesin bólkurin er vaksandi. Samstundis eru tað serstakliga nógv í hesum bólki, sum als ikki fáa nakra viðgerð fyri hesar avbjóðingar. WHO hevur gjørt tilmælir um, at viðgerðin av slíkum trupulleikum verður styrkt munandi. Heimsheilsustovnurin vísir á, at tað verður neyðugt at loysa hetta á annan hátt, enn vanligt hevur verið. Eisini verður víst á, at tað er alneyðugt við styrktum samstarvi millum primera- og sekundera heilsugeiran, at tað verða skipaði samstørv tvørtur um geirar, og at viðgerð verður skipað sum shared-care millum fleiri viðgerðarpartar. Tað er eisini umráðandi at skipa hetta soleiðis, at øll við sálarligum avbjóðingum, uttan mun til aldur og kyn, uttan mun til, hvat slag og á hvørjum stigi sálarliga avbjóðingin er, eiga, at fáa dygdargóða og atkomuliga tænastu til røttu tíð. Tilmælini í hesum kapitli snúgva seg um tey mongu, ið hava lættari og moderatar sálarligar avbjóðingar. Nógv tey flestu eru í hesum bólkinum. Kanska 90 til 95 prosent av øllum, ið hava sálarligar avbjóðingar, eru í hesum bólki. Arbeiðsbólkurin hevur í hesum sambandi tvey høvuðstilmæli. Tað fyrra tilmælið snýr seg um eitt nýtt tilboð um lætta atkomiliga og ókeypis sálarfrøðiliga tænastu til hesi menniskju. í seinna høvuðstilmælinum verður greitt frá, hvussu hetta tilboðið kann vera partur av einum umskipaðum primergeira við heilsudeplum, sum hýsir fleiri fakbólkum. 5.1 óKEYPIS ATGONGD TIL SáLARFRØÐILIGA VíGERÐ í londunum, vit vanliga samanbera okkum við, sæst eitt høvuðsrák í yvirskipaðu menningini av psykiatriska økinum. Nevniliga, at man í primera geiranum ger stórar íløgur í at bjóða borgarum lætta og skjóta atgongd til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Dømi um stór átøk eru Better Access (2006) í Avstralia, Improved Access to Psychological Treatments (2008) í Stórabretlandi, Rehabiliteringsgarantin (2008) í Svøríki og Rask Psykisk Helsehjelp (2012) í Norra. í vár hava donsku regiónirnar eisini sett málið um ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til allar borgarar ovast á dagsskrá. Grundgevingin fyri hesi átøk er einføld. Seinastu áratíggjuni eru eyðkend av stórum framstigum í gransking innan sálarfrøðiliga viðgerð. Ráðandi heilsumyndugleikar, sum WHO og bretska NICE mæla til sálarfrøðiliga viðgerð, sum tað fyrsta, fyri lættari til moderatar sálarligar avbjóðingar. Eisini verður mælt til, at sálarfrøðilig viðgerð verður afturat viðgerð við heilivági fyri t.d. skitsofreni og bipolara sjúku. Fyri tann einstaka hevur tað altíð stóran týdning at fáa skjóta og góða hjálp fyri sínar trupulleikar. Men eisini fyri samfelagið og búskapin hevur tað stóran týdning at byrgja upp fyri, so skjótt sum til ber. T.d. í Stórabretlandi varð víst á samfelagsliga týdningin, tá átøk vórðu sett í verk: Sálarligar avbjóðingar eru atvoldin til umleið 40% av fyritíðarpensjónum og umleið 40% av sjúkrafráveruni. Ein stórur partur av teimum likamligu sjúkunum í primera geiranum, stava í veruleikanum frá sálarligum avbjóðingum; og verður sálarliga avbjóðingin viðgjørd, hjálpir hetta munandi um likamligu sjúkuna eisini. Skjót sálarfrøðilig viðgerð í primera geiranum forðar fyri, at óviðgjørdar sálarligar avbjóðingar versna við tíðini og enda í tí dýrara sjúkrahúsverkinum ella enn verri, at fólk eru noydd at fara á fyritíðarpensjón. Tá bretar fóru undir átakið við ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, var forsøgnin, at tað almenna kundi seta stórar upphæddir av til íløgur í ókeypis sálarfrøðiligar viðgerðir, har samlaða rokningin hjá samfelagnum gjørdist útreiðsluneutral, av tí at sjúkrafráveran gjørdist minni; færri fóru á fyritíðarpensjón, færri vitjaðu kommunulækna, færri fingu viðgerð í sjúkrahúsverkinum o.s.fr. Kanningar úr Onglandi hava stórt sæð prógvað forsøgnina. Tær vísa, at viðgerðirnar kosta eyka útreiðslur í sálarfrøðiligum viðgerðum, men ókeypis hjálp til hin einstaka loysir seg fyri samlaða samfelagsbúskapin við tíðini. Borgarar fáa hjálp í tøkum tíma og verða í størri mun verandi á arbeiðsmarknaðinum og hava ikki, í eins stóran mun sum í dag, tørv á psykiatriini, brúk fyri forsorgarhjálp, sjúkradagpengum ella pensjón. Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt fleiri av hesum royndunum úr okkara grannalondum og bera hesi boð um, at tað gevur góða meining at veita ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til fólk við sálarligum avbjóðingum. Eins týdningarmikið er, at vit á hendan hátt javnseta viðgerð fyri likamligar sjúku við sálarligar sjúkur. Føroyska heilsuverkið er eyðkent við, at tað er ókeypis at fara til lækna. Tað er ein týðandi orsøk til, at heilsan hjá føroyingum samanumtikið er góð. Sum dømi er tað øðrvísi at verða raktur av tunglyndi ella angist og síðani hava tørv sálarfrøðiliga hjálp. Tá skal rindast egingjald fyri viðgerðina. Arbeiðsbólkurin metir, at vit eiga at fara frá at gera mun á hesum viðgerðum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at farið verður undir at skipa eitt tilboð um lætta og skjóta atgongd til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð í primera geiranum. Tilboðið skal grundast á bestu royndirnar frá øðrum londum og verða lagað til føroysk viðurskifti. Til ber at byrja í smáum, eins og gjørt verður í okkara grannalondum Onglandi, Noregi og Danmark. Tað er nógv at hava í huga, áðrenn ein slík skipan verður roynd í Føroyum. Hvørjar málbólkar skal átakið fevna um, hvussu skulu fólk útgreinast og ávísast til sálarfrøðiliga viðgerð, hvat eru førleikakrøvini til tey, ið fremja sálarfrøðiligu viðgerðina, og hvussu verður átakið góðskutryggjað. Nøkur lond avmarkað átakið til lætt til moderat tunglyndi og angist, onnur taka sálarfrøðiliga viðgerð fyri strongd, svøvntrupulleikar og t.d. pínu við eisini, meðan onnur hava avmarkað málbólkin til persónar í arbeiðsføra aldrinum, 18-67 ár. Gjøgnumgangandi fyri royndirnar hjá øllum londunum er, at ov lág førleikakrøv elva til verri úrslit. Eitt nú er ein av høvuðsniðurstøðunum í miseydnaðu byrjanini í Svøríki, at alt ov nógvir viðgerðarar ikki vóru skikkaðir. Felag fyri tær verkætlanir, sum hava eydnast væl er, at tær hava havt eina sterka og miðsavnaða góðskustýring. Allir hesir spurningar eiga at verða viðgjørdir neyvt, áðrenn ein slík skipan verður sett í verk. í Kapittul 7 er tilmæli um at skipa eitt Ráð fyri fremjan av sálarheilsuni í Føroyum. Arbeiðsbólkurin metir at nýskipaða Ráðið eigur at koma við einari tilráðingum um hvussu skipanin við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð kann setast í verk. Arbeiðsbólkurin mælir til, at nýskipaða Ráðið fyri fremjan av sálarheilsuni í Føroyum kemur við neyðugum tilráðingum um, hvussu hetta stigvíst verður sett í verk í Føroyum. 5.2 SáLARFRØÐILIG VíGERÐ á HEILSUDEPLUM Arbeiðsbólkurin hevur eisini viðgjørt spurningin um, hvussu og í hvørjum høpi tilboðið um lætta ókeypis atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð kann skipast. Tað er eitt mál í sjálvum sær, at viðgerðin 27 fyri lættari og moderatum sálarligum avbjóðingum verður so tætt nærumhvørvinum hjá fólki sum til ber. Er frástøðan til tilboðið minni, er sannlíkindini størri fyri at tú tekur av tilboðnum. Tí mugu atlit takast til landafrøði, tá farið verður undir at skipa slíkt tilboð. Har tað ber til, gevur tað góða meining, at sálarfrøðiliga viðgerðin fer fram, har onnur heilsufaklig tilboð eru. Tað gevur størri fakligt umhvørvi og økir um møguleikarnar fyri samstarvi tvørtur um fakmørk. Eitt nú vil kommunulæknin vera ein lyklasamstarvsfelagi í mun til sálarheilsuna hjá tí einstaka. í so máta eru fleiri fyrimunir við politisku ætlanunum um at fáa kommunulæknar, sálarfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður, heilsufrøðingar, sosialráðgevar og aðrar terapeutar at samstarva á heilsumiðstøðum ella líknandi, so borgarin fær eina hurð til hesar tænastur. Arbeiðsbólkurin mælir til, at hildið verður fram við ætlanunum at fáa skipað landið í sterk heilsuøkir við heilsudeplum. á deplunum ber til at fáa í lag eitt skipað samstarv millum eina røð av starvsbólkum við tí endamáli at veita dygdargóðar sálarheilsutænastur til føroyingar. Fleiri fyrimunir eru við at menna tænasturnar í primera geiranum - eina víðkaða kommunulæknaskipan - til tey við lættari og moderatum sálarligum avbjóðingum. Fyri tað fyrsta ger hetta atkomuna lættari. Styrkin við kommunulæknaskipanini er løtt atkoman, og at hetta natúrliga er fyrsta fetið inn í heilsuverkið hjá persónum við sálarligum avbjóðingum. Harumframt er týdningarmikið at hava í huga, at sálarligar avbjóðingar kunnu beinleiðis standast av likamligum orsøkum, sjúkum, hjáárinum av aðrari viðgerð og tílíkum. Kommunulæknaskipanin er nærri borgaranum, og miðast skal altíð eftir, at so nógv av viðgerðtilboðunum sum til ber, skal fara fram so tætt borgaranum, sum til ber. Tað er givið, at varð sálarheilsutænastan styrkt á heilsudeplum kring landið, kundi ein stórur partur av ambulantu viðgerðunum á Psykiatriska deplinum fara fram í primera geiranum. Tað minkar um trýstið á sjúkrahúsini, samstundis sum tænastan til borgaran verður flutt tættari gerandislívinum. Er atkoman lættari, metir bólkurin, at sannlíkindini fyri, at fólk fáa skjótari hjálp, sum kann fyribyrgja, at tey, ið eru viðbrekin sálarliga, gerast álvarsliga sjúk. Ein av niðurstøðunum í norðurlendskari kanning, sum Nordisk Velfærdscenter gav út í 2014, var, at nógv bendi á, at føroyingar vóru álvarsligari sjúk, tá teir fyrstu ferð vendu sær til heilsuverkið. Altso at tað gongur longri tíð, áðrenn føroyingar søkja og fáa hjálp. Ein sálarheilsutænasta nærri borgaranum fer helst at bøta um hetta. Ein annar fyrimunur er, at tað er bíligari at viðgera tey, ið kunnu verða viðgjørd í einari víðkaðari kommunulæknaskipan. Eitt nú staðfestir ein frágreiðing hjá OECD frá 2014, at so er. Tað er best, um samanhangur er millum tørv og viðgerð. Tað er týðandi, bæði hjá tí einstaka og sæð úr einum samfelagssjónarhorni, at sleppa undan at viðgera ella geva hjálp á einum hægri støði enn neyðugt. Skorið út í papp, so skulu vit altíð royna at sleppa undan, at ávísa fólk til sjúkrahúsviðgerð, tá ið tað ikki er neyðugt. Arbeiðsbólkurin viðgongur tó eisini, at tað er ein stórur trupulleiki, at nógv kommunulæknastørv eru ósett, og at fremsta liðið tí kemur at mangla framhald í meting og viðgerð. At hitta avloysara eftir avloysara kann fyri tann einstaka gera, at tey ikki heita á kommunulæknan, tá talan er um sálarligar trupulleikar, og at tey tí ikki koma í røttu viðgerð. 28 6 KAPITTULMENNINGAVVíGERÐARTILBóUMOGTÆNASTUMTILVAKSINVí SVáRUM SáLARLIGUM AVBJóÐINGUM í hesum parti verða tilboðini til vaksin, sum stríðast við svárar sálarliga avbjóðingar, umrødd og viðgjørd. Hetta er í stóran mun tey tilboð sum á mannamunni verða rópt sjúkrahúspsykiatri og sosialpsykiatri t.v.s., tær kanningar og viðgerðir, sum knýta seg til Psykiatriska depilin og tann stuðul og hjálp, sum Almannaverkið veitir so sum bústaðar- og virknistilboð og arbeiðsfremjandi tiltøk. Vit fingu ikki eina veruliga føroyska psykiatri, fyrr enn Statshospitalið á Eirargarði varð tikið í nýtslu í 1969. í mong ár eftir hetta var øll hjálp fyri sálarligar avbjóðingar miðsavnað kring Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum. Eisini bútilboð og onnur virknistilboð, tað sum seinni fekk heitið sosialpsykiatri, vórðu upprunaliga ment á deplinum. Um ártúsundaskiftið tók menningin veruliga dik á seg. í 2002 kom nýggj heildarætlan fyri psykiatri, sum á mangan hátt hevur verið stýrandi fyri menningini á økinum síðani tá. Psykiatriin í Føroyum hevur verið fyri stórari menning seinastu 10-15 árini. Farið er frá at hava sálarsjúk búgvandi í langa tíð og viðhvørt alt lívið, til at hava stuttar innleggingar og flyta viðgerðina, røkt og stuðul so tætt gerandislívinum hjá borgaranum, sum til ber. Ein avleiðing av hesari gongd er, at nógv færri seingjarpláss eru á Psykiatriska deplinum. Fara vit aftur til ártúsundaskiftið, vóru 76 seingjarpláss á Psykiatriska deplinum, í dag eru 19. Hinvegin búgva 65 fólk við svárum sálarligum avbjóðingum á sambýlum kring landið. Økispsykiatriin fevnir um alt landið, og fleiri dag- og virknistilboð eru kring landið. Breið semja er um, at hetta er ein góð gongd, tí hon gevur tí einstaka tær frægastu fortreytirnar fyri at varðveita eitt so vanligt lív sum gjørligt, bæði í mun til bústað, arbeiði, frítíðarítriv og annað. Men tað setur krøv til, hvussu vit skipa og samskipa tænasturnar. Eitt dømi um hetta er markamótið millum sjúkrahús og almannaverk. Tá sjúkrahúsini leggja færri inn og heldur veita viðgerðina ambulant, er neyðugt at hava fleiri búpláss tøk á almannaøkinum. Yvirskipað mælir arbeiðsbólkurin til, at vit skulu halda fram við gongdini at viðgera tey við sálarligum avbjóðingum, har tey eru í teirra gerandislívi, í tann mun, tað ber til. Vit skulu tí framhaldandi menna ambulantu psykiatriina og økipsykiatriina. Har tað ber til, eiga vit eisini at skipa fleiri útgangandi toymir, ið veita viðgerð og røkt heima hjá fólki. 6.1 TØRVUR á MUNANDI FLEIRI BúSTØÐUM Arbeiðsbólkurin metir, at tað eru fleiri, ið kundu verið hjálpt tættari at gerandisdegnum. Sum er, verður ikki tikið nóg stórt atlit til skipan og umhvørvi, haðani hin einstaki kemur frá. Vit eiga í størri mun enn í dag, at lata vera við at taka fólk burturúr sínum gerandislívi, har trupulleikarnir vísa seg. Tað veri seg t.d. í familju, arbeiði, skúla, kenningum - og viðgera tey inni á eini deild. Treyðugt so, er hetta neyðugt viðhvørt, so tey sleppa burturúr streingjandi umhvørvi í eina tíð, men tað hevur sínar vansar. Tá er verri at koma aftur í gerandisdagin aftan á viðgerð, enn at vera verðandi í dagligu tilveruni. Sum omanfyri nevnt, setur henda gongd eisini krøv til aðrar geirar. Fleiri búpláss skulu fáast til vega. Atgongdin til egnan bústað er sera týðandi fyri at kunna skapa eitt trygt og sjálvstøðugt lív hjá fólki við svárum sálarligum avbjóðingum. Her er bústaðurin ofta ein fyritreyt fyri at seta í verk og fáa tað at eydnast við viðgerðini og teimum uppfylgjandi tænastunum. Fólk, sum stríðast við svárar sálarligar avbjóðingar, hava tað ofta trupult at finna egnan bústað og tess truplari at varðveita bústaðin í longri tíð. í dag hevur Almannaverkið gott 60 bústaðir til vaksin við svárum sálarligum avbjóðingum. Flestu bústaðirnir er sambýli fyri fólk, sum hava brúk fyri, at starvsfólk eru um tey alt samdøgrið. Eisini eru búfelagsskapir, sum eru samanbygdar íbúðir við egnari inngongd og felagshølum. Seinnu árini eru eisini sokallaði bú- og viðgerðartilboð stovnsett, sum hava til endamáls at avklára støðuna hjá borgarum, sum eitt nú hava sálarsjúku. Eitt heildartilboð er skipað undir Almannaverkinum til ung í Stoffalág í einum samstarvi millum fleiri geirar, sum tykist at virka væl. Samanumtikið er tørvur á fleiri bústøðum kring landið, tí tað eru fleiri, ið annaðhvørt mugu búgva heima, hjá familju ella ikki hava ein fastan bústað. Nøkur átøk eru longu sett í verk. Samstarv er millum Bústaðir og Almannaverkið um, at fimta hvør íbúð hjá Bústøðum er til fólk við serligum tørvi. Tað ger mun. Arbeiðsbólkurin hevur skilt, at tað eru fleiri, ið eru heimabúgvandi ella búgva í verandi sambýlum, sum kundu ynskt at búð undir øðrum og meira sjálvstøðugum umstøðum. Búfelagsskapur er ein møguleiki, men spurningurin er, um vit sum samfelag ikki áttu at gjørt meira fyri, at eisini tey við sálarligum avbjóðingum, sum eru før fyri tí, kundu búð í vanligum íbúðum við neyðugum stuðli. Serliga eiga vit at vera varin við teimum, ið nýliga eru vorðin sjúk. Tað er eingin loyna, at fólk, sum búgva leingi undir stovnslíknandi umstøðum, sum eitt nú á einum sambýli, verða á ein hátt stovnsgjørd. Sjálvsagt skulu slík tilboð verða tøk hjá teimum, ið eru so álvarsliga sálarsjúk, at tey ikki megna nakað annað. Men sum útgangsstøði eiga vit altíð at velja aðrar umstøður, sum leggja upp til eitt meira sjálvstøðugt lív. Tað krevur tó, at útboðið av íbúðum - eisini til fólk við sálarligum avbjóðingum - verður nógv størri enn í dag, so tey hava møguleikan at velja. Arbeiðsbólkurin mælir til, at nógv fleiri íbúðir verða tøkar kring landið til fólk við sálarligum avbjóðingum. So líðandi eiga vit at hava færri sambýlispláss og heldur dúva upp á fleiri sjálvstøðugar íbúðir og búfelagsskapir. Viðgerð, tænastur og annar stuðul skulu í størri mun fara fram í heiminum hjá tí einstaka. 6.2 SKJóTAR OG DYGDARGóÐAR VíGERÐIR OG TÆNASTUR TIL ØLL, í HAVA TØRVAt skapa umstøður, so fólk við sálarligum avbjóðingum, í so stóran mun sum gjørligt, gerast partur av samfelagnum, eigur at vera eitt høvuðsmál í arbeiðinum við sálarligari heilsu. Tí skulu vit ansa eftir, at vit ikki gera grannaløg fyri tey við sálarligum avbjóðingum. Málið má vera, at vit øll búgva saman í somu grannaløgum - tá tað ber til. Arbeiðsbólkurin er á einum máli um, at arbeiðast skal støðugt við, at bíðitíðin til at fáa hjálp á Psykiatriska deplinum, ikki verður ov long. í okkara grannalondum eru skipanir við viðgerðartrygd, sum merkir, at fólk sum eru mett at hava tørv, hava ein lógarfestan rætt at koma til útgreiningar og viðgerð innan ávísa freist. í vár var orðaskifti í Løgtinginum um at seta skipan í verk um viðgerðartrygd í sjúkrahúsverkinum. í uppskotinum hjá Sambandsflokkinum varð lagt upp til, at eingin skal bíða longur enn ein mánað at koma í viðgerð í sjúkrahúsverkinum. Dentur varð lagdur á, at viðgerðartrygdin eisini varð galdandi fyri sálarliga økið. Niðurstøðan av viðgerðini av uppskotinum varð, at eitt samt Løgting heitti á landsstýrið at kanna og útgreina, hvussu ein slík skipan kann setast í verk; hvørjar fortreytir skulu verða tøkar, og hvørjar fíggjarligar avleiðingar eru av slíkari skipan. Viðgerðartrygd á sjúkrahúsinum kann tó ikki standa einsamøll, tí fólk við sálarsjúkum hava eisini tørv á námsfrøðiligum og sosialfakligum tænastum úr øðrum geirum. Arbeiðsbólkurin tekur undir við Løgtinginum í spurninginum um viðgerðartrygd og mælir til, at neyðug kanning og útgreining verður sett á skrá 30 beinanvegin. Týðandi er, at hædd verður tikin fyri, at fólk við sálarligum sjúkum eisini hava tørv á tænastum úr øðrum geirum. Samanumtikið eru bíðirøðirnar til útgreiningar og viðgerð, í skrivandi løtu, ikki drúgvar sambært Psykiatriska deplinum. Tó er eitt undantak fyri tey vaksnu, sum eru ávíst til útgreiningar fyri ADHD. Hetta er ein bólkur, sum er lutfalsliga nýggjur í psykiatriini, og er bíðirøðin nú um 100 fólk. Orsøkin er bæði manglandi ressursir á Landssjúkrahúsinum, men eisini manglandi tilboð uttanvert sjúkrahúsgeiran. Neyðugt er við neyvari uppfylging, eftir at útgreiningin er gjørd, og viðgerðin er farin í gongd. Arbeiðsbólkurin heldur ikki, at tað er nøktandi, at ein stórur bólkur av føroyingum hvørki hevur fingið møguleikan at verða útgreinað ella settur í viðgerð. 6.3 REHABILITERING OG RECOVERYGjøgnum skjótt mong ár hava heilsuverk í mongum londum arbeitt við átøkum, sum skulu stimbra styrkirnar hjá sjúklingunum. Fokus hevur verið á royndir at skipa heilsuverkið soleiðis, at sjúklingar hava størri ávirkan á egna viðgerð, og at styrkirnar hjá sjúklingum í størri mun verða tiknar við í viðgerðina. Hetta er tað, sum verður fevnt av hugtakinum, empowerment og ofta nevnt sum eitt tað størsta goymda tilfeingið í heilsuverkinum. á psykiatriska økinum hevur hesin vinkulin havt við sær, at hugt hevur verið nógv eftir teimum møguleikum, sum sjúklingurin hevur fyri at koma seg; skapa sítt recovery og sum í stóran mun krevur, at hugsað verður psykiatrisk viðgerð á ein annan hátt. Fyrr var ikki óvanligt at fata summar av sálarsjúklingunum, sum rættuliga tungar og uttan møguleika at koma seg nevnivert, men seinastu nógvu árini hevur verið víst á, at tað ikki er so. Hinvegin kann ein fatan hjá almenninginum og viðgerðarskipanini um ein slíkan kronisitet verða við til at skapa og fasthalda ein slíkan hugsunarhátt. Tí er umráðandi at koma burtur frá hesum, og at øll viðgerðarskipanin í sínum útgangsstøði er endurmennandi rehabiliterandi. Hetta hugtakið skal skiljast, sum tann samlaði innsatsurin, sum øll viðgerðarskipanin stendur fyri. Hetta er tað, sum fakfólk kunnu bjóða fólki við sálarligari sjúku og avbjóðingum, fyri at tey skulu koma fyri seg aftur so væl sum til ber. Soleiðis kann sigast, at allur tann fakligi innsatsurin skal verða rehabiliterandi við recovery hjá tí einstaka fyri eyga. Hetta krevur, at á psykiatriska økinum alla tíðina verður arbeitt við at skapa batar, sum byggja á haldgóða vitan um, hvat tað er sum munar. Viðgerð skal sostatt altíð byggja á evidensbaseraða orsøk og byggja á best practice. Arbeiðið við at skapa batar skal verða eina fastur táttur í øllum arbeiðinum. Hetta snýr seg sjálvandi um einstøk viðgerðartilboð til ávísar sjúkur ella trupulleikar, til ávísar bólkar av sjúklingum, men eisini í háttinum, sum viðgerðarskipanin verður skipað. Tað finnast nógv dømi um, at summir háttir at skipa seg, eru betri enn aðrir; geva betri úrslit, betri nøgdsemi og serliga samanhangin í viðgerðini. Vit skulu eisini taka atlit til serligu viðurskifti okkara sum lítið samfelag, og at vit fáa gagnnýtt tað tilfeingið á bestan hátt, sum vit hava. Samstundis skulu vit læra av øðrum og tillaga góðar royndir aðrastaðni frá til okkara viðurskifti. Tað eru í grannalondum okkara fleiri skipanarlig átøk, sum vísa seg at gagna ávísum bólkum av fólki við sálarligum trupulleikum betri enn aðrar. Vit eiga at fylgja væl við tí, sum fyriferst rundan um okkum og duga og tora at læra av hesum og tillaga okkara skipanir so hvørt, sum nýggj vitan kemur fram. Eitt átak, sum grannalondini hava víst at hava týdning fyri fólk við svárum sálarligum trupulleikum, er at gera serliga skipanir, har fólk, sum eru komin seg væl í síni sálarsjúku, á onkran hátta eisini gerast virkin í viðgerðarskipanini og koma at arbeiða, sum vegleiðarar ella ráðgevarar, ofta nevnt við enska heitinum peers. Hesi koma 31 at virka sum ein ítøkilig vón fyri tey, sum eru illa fyri og kunnu hava ilt við at fáa eyga á batar og møguleikar, fyri at koma seg. Arbeiðsbólkurin mælir til, at gjørd verður ein skipan, so fólk, sum eru komin seg væl aftan á sálarliga sjúku, kunnu setast í starv í viðgerðarskipanini, soleiðis at teirra royndir eisini koma við í tað rehabiliterandi arbeiðið at skapa recovery fyri sjúklingar. 6.4 NýTSLA AV TURVELVANDI OG áRAR SáLARSJúKUR Tað er framvegis ein avbjóðing at skapa nøktandi viðgerðartilboð til fólk, sum hava ovurnýtslu av turvelvandi drøggi og aðrar sálarligar trupulleikar. Tað er tó greitt, at ein rættuliga stórur brotpartur av teimum, sum hava trupulleikar við turvelvandi, eisini hava aðrar sálarligar avbjóðingar. Tað er neyðugt at skipa eitt nýtt samstarv millum viðgerðarskipanina, sum serliga tekur sær av trupulleikum av turvelvandi, og viðgerðarskipanina, sum serliga tekur sær av øðrum sálarligum trupulleikum. í álitinum um Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur Føroya frá 2015 verður gjølla greinað um tørv og møguleikar á viðgerð til fólk, sum eru bundin av turvelvandi, og skal hetta tí ikki verða greinað nærri her. Tað er tó ein serlig avbjóðing við viðgerð til tey, sum hava avbjóðingar á fleiri økjum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at skipað verður eitt tætt samstarv millum viðgerðarstovnar fyri fólk, sum eru bundin at turvelvandi øðrumegin og psykiatrisku viðgerðarskipanina hinumegin og at skipaði verða málrættaði viðgerðartilboð til tey, sum bæði hava trupulleikar av turvelvandi drøggi og øðrum sálarligum trupulleikum. Komandi árini verður demensur nakað, sum nógv fleiri verða rakt av. Umframt at demensur eisini verður mettur at hoyra til psykiatriska økið, so hevur demensur ofta við sær aðrar avleiddar psykiatriskar trupulleikar, sum krevja viðgerð og psykiatriska vegleiðing. Avbjóðingarnar og uppskot um, hvussu vit skipa okkum á hesum økinum, eru greinaði í álitinum Demensvinarligt samfelag frá 2015, og skal tí ikki verða komið nærri inn á hetta í hesum álitinum. 6.5 RÆTTARPSYKIATRI OG OLIGOFRENIPSYKIATRI í fleiri av grannalondum okkara er sonevnda rættarpsykiatriska økið vorðið alsamt meira umfatandi. Hetta snýr seg um tey, sum hava sálarliga sjúku og hava framt brotsverk og fáa viðgerðardómar ella serligar fyriskipanir í staðin fyri fongsulsrevsing. í onkrum av grannalondunum er talið av slíkum fyriskipanum tíggjufaldað seinastu 25 árini, men hjá okkum hevur vøksturin verið avmarkaður og er ikki nakað sum fyllir stórvegis í viðgerðarskipanini, tó at tað eru nøkur, ið eru dømd til eftirlit hjá Almannaverkinum. Tað er at fegnast um, tí um vit samanbera við Danmark, sum hevur sama dómsvald, mest sum somu revsilóg og praksis, so hevur vøksturin har verið ógvusligur. Tað er ikki nøkur einstøk frágreiðing, men ofta verður víst á, at orsøkirnar til stóra vøksturin í Danmark eru ov fá psykiatrisk seingjarpláss, manglandi samanhangur í viðgerðini og manglandi viðgerðartilboð. í grannalondunum verða skipað serligar deildir at taka sær av rættarpsykiatriskum sjúklingum, sum eisini eru tryggjaðar á serliga hátt. Arbeiðsbólkurin metir ikki, at tørvur er á at skipa serligar deildir her hjá okkum, men at skipað verður soleiðis fyri, at viðgerðin av hesum sjúklingum verður saman við øðrum psykiatriskum sjúklingum, við tí fyrivarni, at tað kunnu koma støður, har serliga fyriskipanir mugu gerast. Tá okkara møguleikar ella førleikar ikki røkka, má slík viðgerð keypast sum serviðgerð uttanlands, eins og neyðugt er á øðrum økjum í heilsuverkinum. Oligfrenipsykiatri er partur av psykiatriska økinum, sum fevnir um tey, ið hava menningartarn og onkrar sálarligar avbjóðingar ella sjúkur. Títtleikin av sálarligum trupulleikum hjá fólki við menningartarni er nakað størri enn hjá fólki, sum 32 ikki hava menningartarn. Seinastu árini er ment skipan á Psykiatriska deplinum, sum veitir vitan og skjóta tænastu til stovnar, sambýli og avvarðandi. Mælt verður til, at hendan skipanin heldur fram og alsamt verður styrkt og útbygd. 6.6 LóGGáVAN á PSYKIATRISKA ØKINUMHin 1. oktober í 2009 varð nýggj lóggáva sett í gildi fyri psykiatriina. í lógini eru ásetingar um rættarstøðuna hjá psykiatriskum sjúklingum í sambandi við frælsistøku, tvingsilsviðgerð og aðra tvingsilsnýtslu á Psykiatriska deplinum. Lógin tryggjar somuleiðis, at sjúklingar í so stóran mun, sum til ber, verða tiknir við og fáa ávirkan á egin viðurskifti annars. Tað hevur verið umrøtt, hvørt vit í Føroyum áttu at havt eina serføroyska lóggávu á økinum, men sum er, metir arbeiðsbólkurin hetta ikki vera neyðugt. Galdandi lóg virkar yvirskipað væl og sambært endamálinum. Tað er tó ein avbjóðing, at lóggávan á økinum ikki javnan verður dagførd, eitt nú í sambandi við, at broytingar verða gjørdar í donsku útgávuni av lógini. Hetta hevur Løgtingsins Umboðsmaður eisini viðgjørt í frágreiðingini frá 2018 um umstøðurnar hjá børnum á Psykiatriska deplinum. í frágreiðingini sigur Løgtingsins Umboðsmaður, at sambært núverandi lóggávu, hava børn undir 15 ár ógvuliga avmarkaðar møguleikar at bera fram síni sjónarmið og sínar upplivingar, um tvingsil verður nýttur móti teimum. Orsøkin er, at nýtsla av tvingsli við samtykki frá foreldrunum, men við mótstøðu frá barninum, verður sambært lógini ikki mett sum tvingsil. Tí hava børn undir 15 ár ikki rætt til samrøður, sjúklingaráðgeva ella at klaga aftan á slíkt inntriv. í Danmark er lógin broytt soleiðis, at børn undir 15, sum hava verið fyri tvingsli, hava rætt til samrøður, hóast foreldrini hava givið samtykki. Eisini skulu slík inntriv førast í protokol. Arbeiðsbólkurin mælir til, at lóggávan um tvingsil í psykiatriini verður dagførd í samsvari við tær í Danmark galdandi ásetingar á økinum. Arbeiðsbólkurin metir tað verða neyðugt, at Heilsumálaráðið, minst einaferð um árið, tekur upp og metir, um tær broytingar og dagføringar, sum eru gjørdar í Danmark á økinum, eisini eiga at fáa gildi fyri Føroyar. Hetta til tess at tryggja, at lóggávan støðugt verður tillagað og dagførd. 33 7 KAPITTULSAMSKIPANAVTILBóUMTILBØRNOGVAKSINVíSáLARLIGUM AVBJóÐINGUM Tilmælini í hesi heildarætlan røkka út í fleiri geirar og ábyrgdarøkir hjá ymiskum landsstýrisfólkum. Ikki er ókent, at truplari er at fáa framt tilmælini, tá ábyrgdin er spjødd millum ráð og stovnar. Tí metir arbeiðsbólkurin, at neyðugt er at rótfesta uppgávuna hjá einum tvørgeiraligum ráðið, sum hevur til uppgávu at fylgja við gongini á økinum og ráðgeva landsstýrinum um spurningar innan sálarheilsuøkið. Harumframt skal ráðið vera við at varpa ljós á økið og minna politisku skipanina á at fremja tilmælini í hesi heildarætlanini. Ráðið eigur at verða formliga sett av landsstýrisfólkunum í heilsu-, almanna- og mentamálum saman við kommunum og skal virka undir nærri greinaðum leiðreglum. Ráðið fyri fremjan av sálarheilsuni í Føroyum eigur at verða mannað við serfrøðingum, umboðandi teir geirar, sum tilmælini í hesi heildarætlan fevna um. Talan er tískil um umboð vegna heilsuøkið, almannaøkið, undirvísingarøkið og kommunurnar. Tað hevur týdning, at tey ið manna ráðið, hava førleikar og yrkisroyndir á økinum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at stovnaður verður eitt tvørfakligt og tvørgeiraligt ráð fyri fremjan av sálarheilsuni í Føroyum, sum skal ráðgeva landsstýrisfólkunum í heilsu-, almanna- og mentamálum, umframt kommununum í spurningum viðvíkjandi sálarheilsu. Ráðið skal fylgja við gongdini á økinum og at síggja til, at tilmælini í heildarætlanini verða sett í verk. Tað er ein gjøgnumgangandi atfinning, at viðgerðartilboð og tænastur til tey, ið stríðast við sálarligar avbjóðingar, eru ov illa samskipað. Atfinningin kemur bæði frá teimum, ið arbeiða í skipanunum og teimum, ið eru brúkarar av skipanunum. Kenslan av, at starvsfólk samskifta ov illa tvørtur um geirar, mørk og fakmørk, hevur eisini verið umrøddur í arbeiðsbólkinum. Eitt orðaskifti, ið tykist verða afturvendandi, er tá ið tað kemur til økir, har ábyrgdin er býtt sundur, og har fleiri markamót eru. Arbeiðsbólkurin kann í hesum sambandi vísa til fleiri onnur álit, ið hava viðgjørt spurningin: Ein felags hurð frá 2010, Tilmæli um samskipaða endurvenjing frá 2016 og seinast Megnað títt lív, 2018. Men tað er kanska serliga álitið Tann góða tilgongdin frá 2014, sum er serliga áhugaverd í hesum høpi. Arbeiðið varð sett í verk, fyri at finna eina greiðari skipan kring børn við autismu, tí tilboðini vóru ov illa samskipaði, og samstarvið millum stovnar ikki var nøktandi. úrslitið varð semja millum avvarðandi geirar um ein nýggjan skipaðan hátt at samstarva. Ætlanin er at eftirmeta samstarvsháttin og gera neyðugar tillagingar. 7.1 BYGGJA á ROYNDIRNAR Ví Tí GóÐU TILGONGDINI Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt ymsar møguleikar, um, hvussu vit fáa bilbugt við hendan afturvendandi trupulleika um vantandi samskipan og samstarv. Millum annað hevur verið havt á lofti, at tað hevði verið best at savnað allar tænasturnar til børnini á økinum, undir sama tak. Hugsanin er, at hetta hevði elvt til eitt natúrligt samstarv millum starvsfólk og tænasturnar, men ikki minst, at ymsu tænasturnar vórðu samskipaðar og settar í verk í senn. Fyri borgaran, sum hevur brúk fyri tænastu, hevði fyrimunurin eitt nú verið, at viðkomandi bara hevði eitt stað at venda sær til - eina hurð til tænasturnar. At savna Sernám, kommunulækna, Barnaverndartænastuna, Gigni, Almannaverkið og møguliga Barna- og ungdómspsykiatriina undir somu lon, er tó ein loysn, sum er lítið sannlík at fáa sett í verk. Skipanarliga eru tænasturnar spjaddar millum land og kommunur og millum fleiri stjórnarráð. Stovnarnir hava eisini ábyrgd fyri øðrum uppgávum enn teimum, sum viðvíkja børnum. Frægasta loysnin er heldur, at samstarvsháttin verður víðkaður, sum er mentur í Tí góðu tilgongdini, til at fevna um øll børn við sálarligum avbjóðingum, sum hava tørv á tænastum frá fleiri geirum. Tá farið varð undir arbeiðið við Tí góðu tilgongdini, var tað ætlanin, at royndirnar frá hesari verkætlan skuldu brúkast í øðrum samstørvum millum geirarnar. í einum lítlum landi sum okkara, er ein av fyrimununum, at tað er stutt til neyðugu samstarvsfelagarnar, so tað átti at verið gjørligt at skapt eitt skipað samstarv tvørtur um stovnar og geirar. á henda hátt verða tilboðini til børn og ung betri samskipað, soleiðis at gáttin til røttu hjálpina gerst lægri. Arbeiðsbólkurin mælir til, at royndirnar frá arbeiðsháttinum í Tí góðu tilgongdini verða fyrimyndir fyri eina samskipaða tænastu til øll børn og ung við sálarligum avbjóðingum. Fyrst má eftirmeting tó gerast, sum kann geva innlit í fyrimunir og vansar í slíkum tvørgeiraligum samstarvi. Arbeiðsbólkurin mælir tó til, at tær primeru heilsutænasturnar verða savnaðar í heilsudeplum kring landið, sum lýst aðrastaðni. Eitt skipað samstarv skal eisini vera millum psykiatriina á Landssjúkrahúsinum og heilsudeplarnar við greiðum avtalum um ábyrgdar- og uppgávubýti. Ein onnur avbjóðing, sum eisini var til umrøðu í arbeiðsbólkinum, var manglandi kunnleiki og yvirlit yvir, hvørji tilboð vóru til fólk við sálarligum avbjóðingum og avvarðandi teirra. Fleiri góð tilboð innan føroyska sálarheilsuøkið, kunnu tí hugsast at vera meira og minni ósjónlig í Føroyum, ið borgarin ikki fær gagn av, tí tey ikki vita av, at tilboðini eru til. Tað eru helst fleiri møguleikar fyri hjálp, enn vit geva okkum far um. Tí er tað umráðandi, at vit fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir tey, sum kunnu veita hjálp og møguliga viðgerð á økinum. At fáa eitt slíkt yvirlit til vega er ikki nøkur stórvegis faklig avbjóðing, men talan kann tó verða um eitt tíðarkrevjandi arbeiði. Tað er serliga týðandi, at tey ið starvast á økinum, hava kunnleika til dagførda yvirlitið. Arbeiðsbólkurin mælir til, at eitt fullfíggjað yvirlit verður gjørt yvir tey, ið veita viðgerð og tænastur á økinum, sum verður alment atkomuligt. Yvirlitið skal altíð verða dagført. 35 8 KAPITTULSTØÐULýSINGAVTÆNASTUNUMíPSYKIATRIINIíDAG Tað eru 16 ár liðin, síðani seinasta heildarætlan varð gjørd um sálarheilsu í Føroyum. álitið um Heildarpsykiatri, sum varð handað landsstýrismanninum í 2002, hevur í stóran mun verið íblástur og eitt fyridømi fyri menningini á økinum hesi árini. í hesari samanumtøku, líta vit fyrst aftur á tey sentralu tilmælini í álitinum, og við støði í hesum, verður núverandi støða lýst. á hendan hátt fáa vit bæði gjørt eina støðumeting um, hvussu tað er eydnast at fremja tilmælini frá 2002 samstundis, sum vit gera eina støðumynd - av, hvussu økið so sær út í 2018. Samanumtøkan er eisini ein roynd til stutt at svara fyrsta parti av arbeiðssetninginum, sum settur er arbeiðsbólkinum. í samanumtøku tekur arbeiðsbólkurin frá 2002 soleiðis til: í høvuðsheitum snýr hendan psykiatriætlan seg um at skunda undir ta umleggjan av psykiatrisku viðgerðarskipanini, sum partvís varð farið undir í áttatiárunum, men sum steðgaði upp í kreppuárunum. Tað snýr seg um, at fólk við sálarsjúkum skulu hava eitt trístreingjað viðgerðartilboð. Tey, sum ikki eru so illa fyri, skulu hava eitt ambulant viðgerðartilboð. Tey, sum eru illa fyri, skulu hava møguleika fyri viðgerð undir innleggjan, og síðani møguleika fyri ambulantari eftirviðgerð. Teir sjúklingar, sum av sjúkuávum ikki megna at liva og búgva fyri seg sjálvan, skulu hava bústaðartilboð og annan stuðul fyri at kunna liva eitt lív so nær tí vanliga, sum gjørligt. Hendan skipanin skal loysa trupulleikan har sjúklingar, sum ikki megnað eitt vanligt lív, stranda á psykiatrisku deildunum, tí eingi bú- og stuðulstilboð hava verið. 8.1 SJúKRAHúSPSYKIATRITá álitið um Heildarpsykiatri í Føroyum varð handað í 2002, vóru 76 seingjarpláss á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. í dag eru 19 seingjarpláss. Orsøkin er ikki, at tað í dag eru færri fólk, ið stríðast við sálarsjúku og sum hava tørv á viðgerð. Tvørturímóti hevur psykiatriin ongantíð kanna og viðgjørt so nógv, sum í dag, men nógv tann størsti parturin - eini 90 prosent - fáa ambulanta viðgerð. Líta vit aftur í tilmælini, sum vórðu sett fram í 2002, so varð tá mælt til at tað á psykiatriska deplinum verður skipað eitt meiri umfatandi ambulant virksemi, sum eisini umfatar økispsykiatri, gerontopsykiatri og barna- og ungdómspsykiatri, og at tørvurin á seingjarplássum fór at minka frameftir, sum eina avleiðing av hesi gongd. Havast skal eisini í huga, at sosialpsykiatriin ikki var útbygd tá, og búðu 40 fólk við sálarsjúku á sjúkrahúsinum, sum heldur áttu at verið í bústøðum uttanfyri. í dag eru tað ikki longur fólk, ið hava Psykiatriska depilin sum bústað, men eru skipaði bútilboð í Almannaverkinum til teirra. Fremsta tilmælið annars var, at umstøðurnar á deplinum vórðu umvældar og nútímansgjørdar við einastovum til allar sjúklingar. Hetta málið kann ikki sigast at verða rokkið, og bíða sjúklingarnir á Psykiatriska deplinum framvegis eftir hesum, tó at fleiri ábøtur eru gjørdar. Hetta, bæði í mun til, at sjúklingar, tá ið tað ber til, hava einastovur, umframt ábøtur á karmarnar annars. Eftir ætlan verður nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum klárur at taka í nýtslu á vári í 2021. Nýggi bygningurin skal hýsa nýggjum Psykiatriskum depli. Tá vera einastovur við vesi til allar innlagdar sjúklingar. Eftir ætlan verða í alt 26 psykiatrisk seingjarpláss í nýbygninginum. í 2002 var eingin sjálvstøðug barna- og ungdómspsykiatri, og mælt varð til at skipa eitt toymi, sum í høvuðsheitum veitti ambulant tilboð. í dag er ein ambulant barna- og ungdómspsykiatrisk eind skipað við tveimum serlæknum í barna- og ungdómspsykiatri, sálarfrøðingum og sjúkrarøktarfrøðingum. í ár er peningur settur av at skipa eitt dagtilboð til børn og ung. Spurningurin um eina akutt telefontænastu á Psykiatriska deplinum, hevur javnan verið umrøddur síðani 2002, men higartil er eingin skipað akutt telefontænasta sett í verk. Hóast tilmælt í 2002, so er heldur onki sjálvstøðugt gerontopsykiatriskt toymi skipað á deplinum. Hinvegin er økispsykiatri skipað sambært ætlanini í álitinum, og fevnir skipanin nú um allar Føroyar. Økispsykiatri er psykiatrisk tænasta, sum byrjaði í Streymoy og Eysturoy í 2007. Økispsykiatriin er nú kring alt landið. í november 2017 vóru 317 brúkarar. Lóggávan varð eisini nevnd sum eitt tilmæli. í Føroyum var lógin frá 1938 við heitinum Sindssyge personers hospitalsophold, galdandi fram til 1. oktober 2009. Lóggávan fevndi um viðurskiftini í sambandi við innleggjan. í 2009 kom í gildi fyri Føroyar nýggj lóggáva fyri psykiatriina. Endamálið við nýggju psykiatrilógini var fyrst og fremst at bøta um rættarstøðuna hjá psykiatriskum sjúklingum í sambandi við frælsistøku, tvingsilsviðgerð og aðra tvingsilsnýtslu á Psykiatriska deplinum. Lógin tryggjar somuleiðis, at sjúklingarnir í so stóran mun, sum til ber, verða tiknir við og fáa ávirkan á viðgerðina og á egin viðurskifti annars. Samanborið við gomlu lógina um uppihald á sjúkrahúsi hjá sinnissjúkum persónum frá 1938, eru treytirnar, fyri at nýta tvingsil í sambandi við innlegging, uppihald og viðgerð á Psykiatriska depilinum, herdar og nágreiniliga lýstar í nýggju lógini. 8.2 SOSIALPSYKIATRISosialpsykiatriin er nógv útbygd seinnu árini, og í dag er eingin, sum hevur fastan bústað á Psykiatriska deplinum. í dag eru tilsamans 65 búpláss í Tórshavn, Vágum og í Suðuroy. Talan er um ymisk sløg av bústøðum, bæði búfelagsskapir, viðgerastovnur, sambýlir og røktarbústaðir. Bíðirøðin og bíðitíðin til búpláss er tó drúgv. Stórar íløgur verða í løtuni gjørdar í nýggjar bústaðir, umframt í nútímansgerð av ikki hóskandi bústøðum. Eitt tilmæli í heildarætlanini frá 2002 var, at ein eind fyri sosialpsykiatri skuldi skipast á almannaøkinum, og er hetta eisini gjørt. í dag er sosialpsykiatriin ein partur av Trivnaðartænastuni í Almannaverkinum, sum stuðlar tí einstaka, ið hevur sálarligar avbjóðingar, til at megna gerandisdagin aftur. Almannaverkið veitir hetta tilboð kring landið, tó eru flestu av hesum í Tórshavn. Stuðulsfólkaskipan er eisini til børn undir 18 ár, sum tørva stuðulsfólk vegna virkistarn, orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndari sjúku. Verustøð og cafeir eru kring landið til vaksin, sum ikki kunnu luttaka á vanliga arbeiðsmarknaðinum vegna avmarkaðan sálarligan førleika. 8.3 SáLARHEILSA á BREDDAN í ØLLUM GEIRUM Lýsingin omanfyri tekur støði í teimum tilmælum, sum vórðu løgd fram í álitinum um Heildarpsykiatri í 2002. Tað er týdningarmikið at undirstrika, at arbeiðið fyri sálarligu heilsuni í Føroyum í dag og tá fevnir um so nógv meira enn tað. Niðanfyri koma vit inn á nakrar av hesum tættum. SáLARHEILSUFREMJAN OG FYRIBYRGING AV SáLARSJúKU í okkara norðurlendsku grannalondum er greitt tilskilað í lóggávu, hvør hevur yvirskipaðu ábyrgdina fyri tí heilsufremjandi og fyribyrgjandi arbeiðinum, tá tað kemur til sálarliga heilsu. ábyrgdin er ikki á sama hátt ásett í lóggávuni hjá okkum, tó at ásett er lógini um Fólkaheilsuráð, at ráðið hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. Eisini hava vit lógina um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung, sum skulu gera sítt til at tryggja børnum og ungum best møguligar fyritreytir fyri einum heilsugóðum uppvøkstri og vaksnamannalívi. 37 Haraftrat eru fleiri uppgávur, skyldur og tilboð ásett í einari røð av øðrum lógum, sum hava týdning fyri sálarligu heilsuna. Millum annað í lógini um arbeiðsumhvørvi, lóg um fólkaskúla (her undir kunngerð um serundirvísing, serligan tørv og sernámsfrøði), lóg um heilsufrøðingar, lóg um heimastænastu og eldrarøkt v.m., forsorgarlógini, dagstovnalógini o.s.fr. Mongu uppgávurnar eru spjaddar millum ymsu geirarnar, summar eru kommunalar og aðrar eru landsuppgávur. Tað almenna kommunur og land hevur sostatt samband við sera nógvar føroyingar. Hvønn dag eru heilsufrøðingar, námsfrøðingar, hjálparfólk, málsviðgerðar, sosialráðgevar, fysio- og ergoterapeutar, stuðlar, røktarstarvsfólk, heimasjúkrarøktarfrøðingar og lærarar saman við ungum sum eldri. Hesi sambond geva góðar møguleikar og ein pall at fremja sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá okkum øllum. Arbeiðsbólkurin hevur gjørt eina roynd at meta um vavið av teimum tiltøkum, ið verða gjørd á hesum øki. Tað ber ikki til at siga neyvt, hvussu nógv orka verða brúktar til ta fyribyrgjandi og heilsufremjandi arbeiðið. Arbeiðsbólkurin er tó samdur um, at samanumtikið er økið í vøkstri. Fleiri sálarheilsufremjandi tiltøk eru komin seinnu árini, nøkur við beinleiðis lóggávu - eitt nú, at kommunurnar nú skulu bjóða øllum borgarum, sum eru vorðnir 75 ár, fyribyrgjandi heimavitjan. Onnur við politiskari raðfesting. Dømi um hetta eru raðfestingin um sálarligt arbeiðsumhvørvi og politiska raðfestingin, at Fólkaheilsuráðið eisini skuldu seta sjóneykuna á sálarliga heilsu, umframt vanligu fokusøkini royking, rúsdrekka, kostur og rørsla. Fólkaheilsuráðið fór í 2016 undir nýggja verkætlan, nevnd ABC fyri sálarliga heilsu. ABC fyri sálarliga heilsu er ein heilsufremjandi ætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at verja og fremja sálarligu heilsuna, bæði sína egnu eins og onnur. útgangsstøðið er, at sálarlig heilsa er alt tað, ið ger lívið vert at liva, og at tað hevur eins stóran týdning, at vit styrkja okkara sálarligu heilsu eins og okkara likamligu heilsu. Verkætlanin er ein øðrvísi roynd at fáa fólk at gerast varug við sína heilsu, og sum er fyri øll. Meðan verkætlanini ABC fyri sálarheilsu vendir sær til breiðu fjøldina, eru flestu sálarheilsufremjandi og fyribyrgjandi átøkini vend ímóti børnum og ungum. Gigni hevur síðani 2012 screenað allar mammur fyri barnsburðartunglyndi. Stórur partur av virkseminum hjá heilsufrøðingunum í Gigni er heilsufremjandi. Heilsufrøðingar er um øll børn í Føroyum fyrstu 18 mánaðirnar. Tá børnini fara í skúla, verða gjørdar ymsar heilsukanningar. í skúlunum eru skipaðar sonevndar førleikastovur við eitt nú AKT-lærarum. AKT stendur fyri atburð, kontakt og trivnaður. Ein uppgáva hjá hesum er at arbeiði við børnum, foreldrum og starvsfeløgum við atliti at børnum við sosialum og kensluligum trupulleikum. At fyribyrgja happing er eisini endamálið við nýggjari verkætlan á dagstovnaøkinum. Tað er Barnabati, sum stendur fyri verkætlanin, ið nevnist Betri vinir, sum fær stuðli frá bæði vinnu og tí almenna. Konseptið er danska Fri for mobberi. UNDIRVíSINGAR- OG úTBúGVINGARØKí á undirvísingarøkinum er útgangsstøðið, at øll børn og ung skulu fáa neyðuga stuðulin, til tess at trívast, mennast og læra, so tey kunnu gjøgnumføra eina víðari útbúgving. Børn og ung við sálarligum avbjóðingum eru partur av málbólkinum fyri tí stuðli, sum verður latin. Tó verða ikki serlig átøk nevnd í lóggávuni fyri júst tey, ið hava sálarliga avbjóðingar. Tað finst ein røð av stuðulsmøguleikum á økinum til børn og ung við sálarligum avbjóðingum. á dagstovnaøkinum fevna stuðulsmøguleikarnir m.a. um at skipa serstøk námsfrøðilig tiltøk á stovninum. í serstøkum føri er talan um eyka starvsfólkatímar fyri eina tíð. Eisini eru serstovur stovnsettar í summum kommunum, tá vanliga kommunala dagstovnatilboðið ikki er nøktandi fyri barnið. Summar kommunur í landinum hava námsfrøðiliga ráðgeving, ið stovnar kunnu heita á. 38 í fólkaskúlanum verður miðað eftir einum inkluderandi skúlatilboði. Møguleiki er at seta námsfrøðiligar stuðlar, og í nøkrum fólkaskúlum eru skipaðir serflokkar/serstovur og sertilboð. Eisini í fólkaskúlanum er arbeiðið at basa happing og økja um trivnaðin millum næmingar í fólkaskúlanum eitt øki, sum politiski myndugleikin rættiliga hevur sett á breddan. SSP, sum eitt tvørkommunalt samstarv millum skúlar, sosialar myndugleikar og politiið, hevur sítt virksemi á øllum fólkaskúlum kring landið. Dagstovnar, fólkaskúlar og foreldur hava møguleika fyri at ávísa til Sernám, um barnið stríðist við ávísar trupulleikar. Høvuðsuppgávan hjá Sernámi er at veita dagstovnum, skúlum, foreldrum og øðrum avvarðandi kring landið sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung kunnu styrkjast í sosialu, kroppsligu, málsligu og sálarligu menningini. Uppgávurnar eru fleiri og fevna fyrst og fremst um at ráðgeva teimum vaksnu kring um barnið. Eisini kann talan vera um samrøður við barnið og tey vaksnu; førleikamenning til tey vaksnu, at gera eygleiðingar og á annan hátt meta um íkomnu støðuna. Afturat hesum virkar Skúlin á Trøðni sum serskúli. Harumframt hevur Sernám síðani 2015 havt eitt sálarfrøðiligt tilboð á miðnámsskúlunum við tí endamáli at fyribyrgja fráfalli vegna sálarligar trupulleikar. ARBEíSFREMJANDI TILTØK Um ein hevur ein skerdan arbeiðsførleika, kann hetta hava við sær, at tað er trupult at fáa ella fasthalda eitt arbeiði og varðveita sama arbeiði. Almannaverkið kann bjóða borgarum við skerdum arbeiðasførleika møguleikan at søkja um arbeiðsútbúgving ella tillagað starv Borgarar fáa eisini vegleiðing og ráðgeving í mun til tey tilboð, Trivnaðartænastan veitur eins og hjálp við teimum fíggjarligu avbjóðingunum, tey kunnu møta. Almannaverkið hevur eisini leiklutin at samskipa í mun til samskiftið við aðrar myndugleikar, sum á ein hvønn hátt eru um borgaran. Almannaverkið umsitur skipanina við arbeiðsfremjandi tiltøkum, ið hevur til endamáls at stuðla undir, at borgarar, sum hava skerdan arbeiðsførleika, kunnu koma út á arbeiðsmarknaðin. Skipanin fevnir um eina røð av møguleikum fyri, at tann ungi kann fáa hjálp/stuðul/ráðgeving til at koma út á vanliga arbeiðsmarknaðin ella í útbúgving. Arbeiðsfremjandi tiltak kann eisini vera á sjálvum arbeiðsmarknaðinum við eini avklárandi arbeiðsroynd, har kannað verður, hvat borgarin megnar ella arbeiðsvenjing, sum er meira sum eitt vanligt arbeiði, har Almannaverkið í eini fyribils tíð rindar lønina. Tillagað starv er ein varandi fyriskipan á vanliga arbeiðsmarknaðinum, har arbeiðsgevarin rindar løn fyri tað, sum arbeiðstakarin leggur eftir seg á arbeiðsplássinum, har Almannaverkið rindar eitt lønarískoyti, soleiðis at inntøkan svarar til sáttmálaløn. Haraftrat fáa Dugni og Fountainhúsið stuðulsjáttan frá tí almenna. Dugni veitir borgarum í vinnuførum aldri, ið ikki megna at fáa ella varðveita eitt arbeiði á arbeiðsmarknaðinum, endurbúgvingartilboð og arbeiðstilboð. Endurbúgvingartilboðini eru á Kambsdali, Tórshavn og við áir. Fountainhúsið er eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk, sum hava sálarligar avbjóðingar. Fountainhúsið, ið varð sett á stovn í 2014, er eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk, sum hava sálarligar avbjóðingar. Talan er um ein sjálvbodnan felagsskap, sum er skipaður eftir einum altjóða leisti fyri Fountainhús. Fountainhúsið er staðsett í Tórshavn, og verður virksemið í stóran mun stýrt av limunum, sum koma í Fountainhúsið. BØRN OG UNG Verandi tilboð og skipanir til børn og ung á sosiala økinum hava heimild í annaðhvørt barnaverndarlógini ella forsorgarlógini. 39 Barnaverndartænasturnar hava eina lógarfesta ábyrgd av, at børn, sum liva undir umstøðum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðugu hjálpina í rættari tíð. Hesi børn eru eisini í vanda fyri at fáa sálarligar avbjóðingar. Tá ein fráboðan er komin um eitt barn, verður kannað, um fyriskipanir møguliga skulu setast í verk. Mett verður, hvat er best fyri barnið, og fer hetta fram í samstarvi við foreldrini. Møguleikarnir at veita børnum og familjum hjálp eftir barnaverndarlógini eru nógvir, og tilboðini eru ymisk í vavi, kostnaði og í mun til, hvussu stór inntrivini eru í familjuna. Tey lættaru inntrivini eru ymsar fyribyrgjandi fyriskipanir, so sum familjuviðgerð, persónligur stuðul til barnið, sálarfrøðilig hjálp, eins og stuðul í heiminum. Hesar fýra fyriskipanirnar standa tilsamans fyri trimum fjórðingum av útreiðslunum, sum verða latnar eftir lógargreinini um fyribyrgjandi fyriskipanir. Fyribyrgjandi fyriskipanirnar er vanliga størsti parturin av barnaverndararbeiðinum. Einans tá hesar ikki røkka til tess at geva einum barni ella familju nøktandi hjálp, kann verða farið víðari til aðrar og meira víðgongdar fyriskipanir. Slíkar fyriskipanir kunnu verða at seta barnið heiman í fosturheim ella á stovn. Harumframt er skipað eitt Barnahús, sum tekur sær av málum um ágang móti børnum og ungum. í hesum sambandi fær barnið og tey avvarðandi sálarfrøðiliga kreppuhjálp og kreppuviðgerð. Barnaverndartænasturnar kring landið kunnu eisini skrivað børn og ung á samdøgurðspláss hjá Bú- og viðgerðarstovninum undir Almannaverkinum, tá viðurskiftini av ymsum orsøkum verða somikið trupul, at tørvur er á, at barnið verður settur heimanífrá. PRIMERI HEILSUGEIRIN Fyri fólk flest er kommunulæknin fremsta lið í atgongdini til heilsuverkið. Uppgávurnar hjá kommunulæknanum er viðgerð og fyribyrging av sjúku, og læknin virkar harumframt sum familjulækni, toghaldari og generalistur. Kommunulæknaskipanin hevur somuleiðis leiklutin sum duravørður í mun til serviðgerðirnar á sjúkrahúsunum. Kommunulæknar eru tøkir alt samdøgrið og uttan fyri vanligar upplatingartíðir er tað Læknavaktin 1870, sum tekur sær av uppgávunum. Við tað, at kommunulæknaskipanin er fremsta lið í sambandinum við heilsuverkið, hevur kommunulæknin ein týðandi leiklut at finna og viðgera sálarligar avbjóðingar. Tá kommunulæknin staðfestir, at talan er um sálarliga avbjóðingar, eru ymsir møguleikar fyri viðgerð. Kommunulæknin kann velja at viðgera við heilivági, stuðlandi samrøðum og eisini samrøðuterapi. Kommunulæknin hevur eisini møguleika at ávísa fólki við sálarligum avbjóðingum til privatstarvandi sálarfrøðingar og til Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum, her undir eisini økispsykiatri og barna- og ungdómspsykiatri. Kommunulækni kann ávísa til viðgerðar hjá sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingi eftir ávísum reglum. 40 Virkisætlan fyri mótstøðuføri móti antibiotika í heilsuverkinum í Føroyum Heilsu- og innlendismálaráðið Oktober 2018 Virkisætlan fyri mótstøðuføri móti antibiotika í heilsuverkinum í Føroyum Heilsu- og innlendismálaráðið Oktober 2018 Virkisætlan fyri mótstøðuføri móti antibiotika í heilsuverkinum í Føroyum Heilsu- og innlendismálaráðið 2018 ISBN 978-99918-970-7-3Umbrotið, prentað og heft: Føroyaprent FORMÆLI Tíðin er komin til, at vit í Føroyum eiga at hava eina heildarætlan fyri antibiotikanýtslu eins og flestu norðurlendsku grannalondini, sum antin hava ella eru í ferð við at orða eina ætlan. Fakfólk innan heilsuøkið í Føroyum hava ávarað um vandan við antibiotikamótstøðuføri, sum seinastu tíðina hevur víst seg her heima eins og úti í heimi. Fakfólkini hava eftirlýst eina føroyska ætlan fyri økið. Heimsheilsustovnurin WHO hevur varskógvað heimin um stóru avbjóðingarnar, ið standa fyri framman orsaka av ovurnýtsluni av antibiotika. Stóra avbjóðingin er, at fleiri av teimum antibiotikabólkunum, sum hava verið fyriskrivað at basa/niðurbróta ígerðir, nú eru minni virknir, tí bakteriur eru vorðnar meira mótstøðuførar. Ein sannroynd er, at hóttanin av anti­ biotikamótstøðuføri er ein veruleiki, sum vit ikki kunna síggja burtur frá, tí er tað av størsta týdning, at eisini vit her í Føroyum taka ábyrgd og gera munandi átøk, soleiðis at avleið­ ingin verður sum minst fyri borgararnar. Ein serstøk avbjóðing í Føroyum er, at eitt lutfalsliga stórt tal av sjúklingum verða sendir av landinum til viðgerðar og koma í samband við eitt størri tal av sjúklingum, enn um teir vórðu viðgjørdir og verandi í Føroyum. Hetta er ein stór avbjóðing fyri føroyska heilsuverkið sæð í mun til smittuvandan og antibiotikamótstøðuføri. Føroyska heilsuverkið merkir longu av­ leiðingarnar av hesum. Antibiotikamótstøðuføri verður eisini tikið í álvara í londunum kring okkum. Bo Konberg, fyrrverandi politikari, hevur skrivað Konberg­frágreiðingina, sum varð handað á norður­ lendskum ráðharrafundi í 2014. í frágreiðingini eru 14 tilmælir, sum snúgva seg um ymisk økir innan heilsuøkið. Frágreiðingin hjá Konberg hevur verið við til at seta mál á norðurlendsku dagsskránna á teimum afturvendandi ráðharrafundunum, millum annað tilmælið um antibiotikanýtslu og antibiotikamótstøðuføri. Samstarvað verður landanna millum um trupulleikar innan anti­ biotikaøkið. Ein arbeiðsbólkur varð settur at orða eina virkisætlan fyri antibiotikamótstøðuføri í heilsu­ verkinum í Føroyum. Bólkurin varð mannaður við fakfólki frá kommunulæknaøkinum, sjúkrahúsverkinum, apoteksverkinum eins og umboðum frá Heilsu­ og innlendismálaráð­ num. Arbeiðsbólkurin fór til verka í desember mánað 2017. Tað er mín vón, at arbeiðið við hesi ætlan fer at vísa á og fyrireika bæði politiska myndug­ leikan og heilsuverkið til avbjóðingina at tálma hóttanina av antibiotikamótstøðuføri. Har­ við verða við til at fyribyrgja vanlukkuligar avleiðingar, ið kunnu standast av antibiotika­ mótstøðuføri, okkara borgarum og framtíðar sjúklingum at frama. Sirið Stenberg Landsstýriskvinna 1. INNGANGUR Heimurin stendur í dag yvir fyri eini stórari hóttan frá mótstøðuførum bakterium. Mill­ um serfrøðingar á økinum verður umrøtt, at um gongdin heldur á óbroytt, fara vit innanfyri fá áratíggjur at koma út í eina sokallaða postantibiotiska tíð, har ígerðir, sum í dag eru lættar at viðgera, fara at krevja nógv mannalív, eins og støðan var, áðrenn penisillinið bleiv tøkt sum viðgerð undir 2. veraldarbardaga. Antibiotika er heilivágur, sum drepur bak­ teriur ella tálmar bakteriuvøkstur, sum verður brúkt til fyribyrging ella viðgerð av ígerð. óskynsom nýtsla av antibiotika hevur við sær, at bakteriurnar gerast mótstøðu­ førar, og megnar antibiotika tá ikki at basa bakteriunum. Líknandi tilmælir og vegleiðingar eru longu skrivað í nøkrum av okkara grannalondum. Vit hava nærlisið hesi og tikið tað við, sum vit meta er viðkomandi fyri okkum í hesum arbeiðinum. Hinvegin eru fjølmótstøðuførar bakteriur eitt lokalt fyribrigdi, sum mugu handfarast í mun til ávísu støðuna. í Føroyum kunna vit ikki bara gera tað sama, sum gjørt verður í okkara grannalondum, tí vit hava ikki tær somu mótstøðuføru bakteriurnar. Harumframt skal atlit takast til, at flutnings­ og samfelagsbygnaðurin er ymiskur millum lond. Føroyar er eitt lítið samfelag, tí er tað umráðandi at vera í tøttum samstarvi við hini Norðurlondini. Til dømis er Norður­ landaráðið eitt forum, har vit kunna koma við okkara íkasti til hetta arbeiðið og harvið eisini fáa stuðul frá teimum til arbeiðið móti mótstøðuførum bakterium her í Føroyum. Norðurlond eru frammarlaga á nógvum økjum innanfyri heilsu og skipan av heilsu­ verki. á antibiotikaøkinum vilja tey ganga á odda, har vilja vit eisini vera við. 1.1 EIN ALHEIMS TRUPULLEIKI WHO1 hevur útnevnt antibiotikamótstøðu­ føri sum eina av størstu hóttanum móti heilsuni hjá mannaættini. Sambært áður­ nevndu Bo Konberg­rapportini frá 20142, doyggja 25.000 fólk um árið í Evropa av mótstøðuførum bakterium. Støðan er upp­ aftur verri uttanfyri Norðurlond, og støðan er versnandi. Framrokningar eru gjørdar sum siga, at í 2050 kunnu fjølmótstøðuførar (multiresistentar) bakteriur og mikrobur verða orsøk til 10 milliónir deyðsføll (Tøl­ ini fevna eisini um HIV, Tuberkulosu og malaria). Bo Konberg­rapportin leggur afturat, at síðani 1987 er ikki nýggj antibiotika ment og at útlitini fyri, at tað verða ment nýggj antibiotika í framtíðini eru vánalig. Insita­ mentið hjá heilivágsfyritøkum at menna nýggj antibiotika er veikt, tí møguleikarnir at vinna pening upp á antibiotika, sum verður givið sum stuttíðarviðgerð, eru ikki eins góðir sum langtíðarheilivágur, t.d. kolesterolheilivágur, sum skal takast restina av lívinum. Bo Konberg­rapportin var startskotið til eitt felags norðurlenskt átak móti mótstøðu­ førum bakterium. úrslitið, sum spurdist burturúr, var eitt arbeiðsskjal, nevnt 12 konkrete tiltag3, sum kom út í apríl 2017. Hetta skjalið greiður frá 12 átøkum, sum norðurlensku londini skulu seta í verk fyri at niðurberja hóttanina frá mótstøðuførum bakterium á fólkaheilsuna. Serliga er talan um hóttan fyri norðurlend­ ingar, men sum eisini kann vera við í bar­ daganum móti hóttanini um allan heimin. Ein av høvuðsboðskapunum er, at anti­ biotikanýtslan skal minka munandi, og nýtslan í ávísum Norðurlondum skal minka niður í eina helvt. Ein annar av høvuðs­ boðskapinum er, at heilsuverkini skulu samstarva við stovnar fyri djóraheilsu fyri at røkka málunum, tí 60% av smittum/ ígerðum hjá fólki stava frá djórum. . 1  World Health Organisation (WHO) http://www.who.int/drugresistance/documents/surveillancereport/en/ . 2  Nordisk Rad 2014 Bo Kønberg: The Future Nordic Co-operation on Health . 3  Nordisk Rad 2017 12 Konkrete tiltag 1.2 ARBEíSSETNINGUR Heilsu­ og innlendismálaráðið setti ein ar­ beiðsbólk at skriva eitt tilmæli til politisku skipanina, sum snýr seg um, hvat føroyska samfelagið skal gera í bardaganum móti mótstøðuførum bakterium, við grundarlagi í fylgjandi punktum: Antibiotikanýtsluhagtøl frá Apoteksverkinum Hagtøl yvir antibiotikamótstøðuføri Antibiotika- stewardship á øllum sjúkrahúsunum Tøkni innan diagnostikk Leiðreglur og reglugerðir í skynsamari antibiotikaviðgerð Upplýsingarframtøk 1.3 ARBEíSBóLKURIN Arbeiðsbólkurin varð samansettur við fak­ fólki við serkunnleika innanfyri infektións­ medisin, smittuverju, Antibiotic Steward­ ship Program4 og onnur við heilsufakligum kunnleika til føroyska heilsuverkið5, um­ framt umboð frá Heilsu­ og innlendis­ málaráðnum. Fakfólkini, ið hava sitið í bólkinum, kenna til føroysk viðurskifti og føroyska heilsuverkið. Arbeiðsbólkurin, sum hevur orðað hesa virkisætlan, varð soleiðis mannaður: Djóni Sandberg Joensen, kommunulækni og formaður í arbeiðsbólkinum Shahin Gaini, serlækni, PhD, Landssjukrahúsið Hans Petur Nielsen, serlækni, Suðuroya sjúkrahús Lena Lambaa, smittuverjufrøðingur, Landssjukrahúsið Súsanna Kass Kristiansen, farmaseutur, Apoteksverkið Ingrid Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur/ kliniskur samskipari, Klaksvíkar sjúkrahús Irena Nolsø, fulltrúi, Heilsu- og innlendismálaráðið Kristianna Larsen á Lofti, leiðslufulltrúi, Heilsu- og innlendismálaráðið/samskipari fyri virkisætlanina Miðlanir, sum bólkurin hevur havt til taks, eru fakfólk við seráhugamálum fyri evn­ inum og sum arbeiða við evninum í ger­ andisdegnum. 4 Antibiotic stewardship er ein skrá ella eitt amboð, sum verður brúkt til at tryggja betri sjúklingagongd og minni nýtslu av antibiotika. Endamálið er at tálma nýtsluni av antibiotika, so nógv, sum tað letur seg gera. Við hesi skránni er møguligt at sleppa undan óneyðugum hjáárinum av antibiotikaviðgerð. 5 Heilsuverkið fevnir um primera heilsugeiran (harímillum kommunulæknvirksemi) og sjúkrahúsini. 7 1.4 TILMÆLIR, í IKKI ERU FEVND AV ARBEíSSETNINGINUM Tannlæknar, djóralæknar og umboð fyri matvøruídnaðin í Føroyum eru ikki við í ar­ beiðsbólkinum. Tannlæknar ávísa eisini antibiotika til síni viðskiftafólk. Tannlæknar ávísa uml. 5% av samlaðu antibiotikanýtsluni í Føroyum. Tí varð avgjørt at fáa umboð frá Føroya Tannlæknafelag at greiða frá antibiotika­ nýtsluni hjá tannlæknunum og um felags átøk eru sett at tálma nýtsluna av antibiotika á teirra øki. Ein frágreiðing frá Føroya Tannlæknafelag er í fylgiskjali 1. Har verður greitt frá, hvussu tannlæknar nýta antibiotika. Eisini verður greitt frá um ávísingar av anti­ biotika, at hesar eru gjølla umhugsaðar og í samráð við lækna, har tað er neyðugt. Tað verður eisini víst á, at tørvur er á greiðari vegleiðingum til fyribyrgjandi antibiotika­ viðgerð til alloplastik­ og hjartastent­/pace­ makarasjúklingar. Somuleiðis varð Landsdjóralæknin boðin á fund við arbeiðsbólkin, har greitt varð frá nýtslu av antibiotika til djór í Føroyum. Frágreiðing frá Landsdjóralæknanum er í fylgiskjali 2. Frágreiðingin vísur á, hvussu tryggjað verður, at leivdir av antibiotika ikki enda í matinum, vit eta. Eisini verður víst á, at tað hevur ikki verið møguligt at fáa yvirlit yvir nýtsluna av antibiotika til tey ymisku djórasløgini, men væntandi verður hetta tøkt í heyst (2018). Eisini verður vís á, at vit eiga at endurskoða reglurnar um ávising av heilivági. Arbeiðsbólkurin er sannførdur um, at hóast tannlæknar og djóralæknar ikki eru við í hesum arbeiðinum, so eiga hesi at verða partar í arbeiðinum frameftir at tálma anti­ biotikanýtsluni í Føroyum. í Bo Konberg­frágreiðingini 12 konkrete tiltag skrivar hann um One health hug­ takið, sum er felags hugsan fyri politisk átøk innanfyri humana­, veterinera­ og umhvørvisøkið, at hetta samstarvið er av­ gerandi fyri at kunna koma hóttanini frá mótstøðuførum bakterium til lívs. Tí verður mett, at tørvur er á, at umboð fyri djóra­ læknar og matvøruídnaðin seinni gerast partar av stríðnum móti mótstøðuførum bakterium í Føroyum. 8 2. SAMANDRáTTUR OG TILMÆLIR Eitt uppskot um heildarætlan fyri arbeiðið at minka um antibiotikamótstøðuføri er gjørt við grundarlagi í eygleiðingum av ver­ andi antibiotikanýtslu í Føroyum, saman­ borið við støðuna í okkara grannalondum. Til at røkka málinum um eina skynsama antibiotikanýtslu, er neyðugt við fleiri átøk­ um og fokus á antibiotikanýtslu, umframt raðfestingum í mun til starvsfólkaorku, út­ búnaði og tøkni. Nýtslan av antibiotika í heilsuverkinum í Føroyum Hagtølini hjá Apoteksverkinum vísa, at meginparturin, umleið 90%, av antibiotika verður ávíst til borgarar/sjúklingar í primera heilsugeiranum6. Tað vil siga hjá kommunu­ læknum/serlæknum, tannlæknum og djóra­ læknum. Restin av antibiotikanýtsluni í Føroyum, tað vil siga 10%, verður ávíst í sjúkrahúsverkinum. Samlaða nýtslan av antibiotika í Føroyum er á einum rímiligum støði, um vit samanbera við nýtsluna í okkara grannalondum. Saml­ aða nýtslan í Føroyum er minni enn í Dan­ mark, men størri enn nýtslan í Noreg og Svøríki, sum bæði hava havt sjóneykuna á antibiotikanýtslu í mong ár. At dentur hevur verið lagdur á antibiotika­ nýtslu, hevur havt við sær, at nýtslan á primera heilsugeiranum er minkað seinastu árini. Hinvegin er nýtslan í sjúkrahúsverkinum økt. á sjúkrahúsinum er størri vandi fyri, at bólkar (koloniir) við fleiri bakteriusløgum fjølgast á sama staði, umframt at vandi er fyri, at bakteriurnar verða fluttar millum sjúklingarnar. Innlagdir sjúklingar eru ofta illa fyri við lægri immunverju, tí er smittuvandin størri á sjúkrahúsunum enn í primera heilsugeiranum. Harumframt hava vit eina serliga avbjóðing á sjúkrahúsunum í Føroyum, tí lutfalsliga nógvir sjúklingar verða viðgjørdir á sjúkra­ húsum uttanlands. Tá sjúklingarnir koma heimaftur frá viðgerð uttanlands og verða lagdir innaftur á sjúkrahús í Føroyum, vísa kanningar, at sjúklingarnir ofta hava bakteriur heimaftur við sær, sum frammanundan ikki vóru á sjúkrahúsunum. Soleiðis kunna hesar bakteriur spjaðast til aðrar sjúklingar á sjúkrahúsinum, og soleiðis verða fleiri mótstøðuførar bakteriur drignar við inn á føroysku sjúkrahúsini. Antibiotikamótstøðuføri í Føroyum Tilburðir av mótstøðuførum bakterium verða regluliga staðfestir á sjúkrahúsunum í Føroyum. Allir sjúklingar, sum verða út­ skrivaðir frá útlendskum sjúkrahúsum beinleiðis til sjúkrahús í Føroyum, verða av­ byrgdir og kannaðir fyri mótstøðuføru bak­ teriurnar VRE, MRSA, ESBL og CPE. Sum nevnt omanfyri, hevur føroyska heilsu­ verkið serligar avbjóðingar av, at nógvir sjúk­ lingar koma frá útlendskum sjúkrahúsum inn á føroysku sjúkrahúsini. Umleið 1.600 sjúklingar eru í viðgerð uttanlands árliga. Allir verða tó ikki innlagdir á sjúkrahús í Føroyum aftan á viðgerð uttanlands, men ein stórur partur av sjúklingunum hava ávíst samband við heilsuverkið aftan á uppihald á sjúkrahúsi uttanlands. í løtuni starvast ein smittuverjufrøðingur í sjúkrahúsverkinum. Arbeiðsbólkurin metir, at tørvur er á at styrkja smittuverju­ organisatiónina í sjúkrahúsverkinum við einum starvi. í øðrum lagi metir arbeiðsbólkurin, at um smittuverjuorganisatiónini verður ment við tveimumnýggjumstørvum,verðurmøgu­ ligt at røkka øllum heilsuverkinum. Har­ umframt verður møguligt at veita yvirskip­ aðar tænastur og ráðgeving til onnur øki sum til dømis bústovnar, dagstovnar og skúlar. Hetta hevði virkað til at minka um útbreiðslu av mótstøðuførum bakterium. 6 Heilsuverki uttanfyri sjúkrahúsini 9 10 Umstøðurnar til smittuverju í sjúkrahús­ verkinum eru ikki nøktandi í løtuni, men nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum fer at betra um umstøðurnar við isolatións­ stovum og einastovum við vesi. Sera umráð­ andi er, at tað ikki eru ov nógvir sjúklingar innlagdir á deildunum í senn, soleiðis at sjúklingarnir koma at liggja ov tætt saman. Tað er undir tílíkum umstøðum, at fjølmót­ støðuførar bakteriur spjaðast og eru truplar at basa við smittuverjuátøkum. Góðar umstøður at avbyrgja smittaðar sjúk­ lingar hevur sera stóran týdning, tá ið eitt útbrot við smittandi sjúkum og mótstøðu­ førum bakterium skal tálmast. Tí er tað sera týdningarmikið við fleiri einastovum við vesi á sjúkrahúsinum. Skipan og stýring av antibiotikanýtsluni Sum liður í hesum arbeiðinum, er ein av niðurstøðunum hjá arbeiðsbólkinum, at antibiotikaráð verður sett at stuðla undir skipan og stýring av antibiotikanýtsluni í Føroyum. Eitt antibiotikaráð eigur at verða sett. Tað vil siga, eitt yvirskipað ráð, sum hevur til endamáls at hava eftirlit við nýtsluni av antibiotika og at fylgja við støðuni viðvíkj­ andi antibiotikamótstøðuføri. Antibiotika­ ráðið skal verða ráðgevandi hjá politiska myndugleikanum og heilsumyndugleik­ anum og skal seta í verk leiðreglur og fyri­ skipanir fyri antibiotikanýtslu. Antibiotikaráðið skal verða mannað við viðkomandi fakfólkum innan sjúkrahús­ verkið, primera heilsugeiranum, umframt einum formanni og einum fakligum skrivara. Heilsuverkið (Antibiotic Stewardship Programme eindin) skal regluliga gera frá­ greiðingartilAntibiotikaráðiðviðviðkom­ andi yvirlitum yvir nýtsluna av antibiotika og støðuna viðvíkjandi antibiotikamót­ støðuføri í Føroyum. Antibiotic Stewardship Programm (ASP) eigur at verða sett á stovn í heilsuverkinum við tí endamáli at tálma nýtsluna av anti­ biotika, samstundis at tryggja betri sjúk­ lingaviðgerð og færri mótstøðuførar bak­ teriur. Mælt verður til, at Antibiotic Stewardship Programm skal røkjast av eini eind, mannað við mikrobiologi, infektiónsmedisinara, kommunulækna, farmaseuti, smittuverju­ frøðingi og sjúkrarøktarfrøðingi. Høvuðsuppgávurnar hjá eindini skal vera at fáa til vega og greina neyðug hagtøl um antibiotikanýtslu og mótstøðuføri, bæði fyri primera geiran og sjúkrahúsini. Har­ umframt skal toymið regluliga kunna allar viðkomandi partar og seta átøk í verk eftir tørvi. Toymið skal vera í tøttum samstarvi við klinisku farmasiina. Serkunnleiki, ráðgeving og útbúnaður innan diagnostikk í heilsuverkinum Hóast rannsókarstovan/mikrobiologiin á Landssjúkrahúsinum hevur verið í stórari menning seinastu árini, er framhaldandi tørvur á at dagføra verandi tól, harumframt at útvega nýggjari tøkni innan økið. Tá talan er um at avmarka óneyðuga nýtslu av antibiotika og at minka um antibiotika­ mótstøðuføri, er alneyðugt, at viðkomandi tøkni, tól og starvsfólk eru til taks, fyri at vera før fyri at staðfesta sjúkuorsøkir skjót­ ast gjørligt, soleiðis at sjúklingar verða settir í røttu viðgerð beinanvegin. Tørvur er á at útvega nýggjari tøkni innan rannsóknarøkið, sum kann gera tað møgu­ ligt hjá rannsóknarstovuni at gera fleiri kanningar, umframt at verða skjótari at staðfesta sjúkuorsøkir. Hetta hevði havt við sær skjótari svartíðir, og at fleiri kanningar høvdu kunnað verið gjørdar í Føroyum í staðin fyri at senda nógvar kanningar av landinum. Tørvur er eisini á at førleikamenna yngri bioanalytikarum skjótast gjørligt. Eitt generatiónsskifti er ávegis á rannsóknar­ stovuni á Landssjúkrahúsinum, har nakrir bioanalytikarar, sum hava serkunnleika í at gera ávísar kanningar, skjótt fara frá fyri aldur. Betri kanningarmøguleikar og skjótari svar­ tíðir høvdu havt við sær eina betring í við­ gerðargóðskuni umframt skynsamari anti­ biotikanýtslu. Flutningur til Landssjúkrahúsið av royndar­ tilfari frá Klaksvíkar sjúkrahúsi, Suðuroyar sjúkrahúsi og frá kommunulæknunum eigur at setast í fastar karmar og skipast soleiðis, at royndirnar koma fram á skjótasta hátt. á primera økinum er sera umráðandi, at kommunulæknar hava atgongd til skjóta og góða tænastu frá rannsóknarøkinum og mikrobiologisku ráðgevingini á Lands­ sjúkrahúsinum. Harumframt skulu krøv setast um, at kommunulæknaviðtalurnar skulu hava neyðuga útgerð at gera ávísar grundleggjandi kanningar, sum eru møgu­ ligar at fáa framdar á staðnum. Arbeiðsbólkurin staðfestur eisini, at um­ ráðandi er at halda fast í samstarvinum við Statens Serum Institutt til torgreiddar grein­ ingar og til torgreidda tulking og ráðgeving. Statens Serum Institutt umsitur eisini skráir og umsjón fyri Danmark, Grønland og Føroyar. Fortreytin fyri at víðka tænasturnar innan rannsóknarøkið er sjálvsagt eisini raðfesting og dagføring av verandi serfrøði á økinum, umframt at tørvur er á mikrobiologiskari­ og molekylerbiologiskari serfrøði á hægri støði. Fleiri kanningarmøguleikar á rannsóknar­ økinum hava við sær fleiri uppgávur og øktan tørv á starvsfólkaorku. Hetta merkir fleiri bioanalytikarar til rannróknarstovuna/ mikrobiologiina umframt infektiónsmedi­ sinara, mikrobiolog og møguliga mole­ kylerbiolog. í løtuni starvast ein yvirlækni í infektións­ medisini í sjúkrahúsverkinum. Skal sjúkra­ húsverkið hava infektiónsmedisinskan før­ leika tøkan allar gerandisdagar, skulu trý størv setast. Við fýra infektiónsmedisinarum er møguligt at hava eina vaktarskipan, so­ leiðis kann tann infektiónsmedisinski før­ leikin verða tøkur alt samdøgrið og allar dagar í árinum. Møguligt er eisini at seta infektións­ medisinsku tænastuna saman við til dømis infektiónsmedisinarum, mikrobiologum og molekylerbiologum. Sum áður nevnt er infektiónsmedisinskur førleiki ikki altíð tøkur á Landssjúkra­ húsinum, tí bert ein yvirlækni er settur á økinum, og eingin kliniskur mikrobiologur er á sjúkrahúsinum. Hetta avmarkar orkuna til at veita fakliga læknaliga ráðgeving, har­ afturat at gera­ og dagføra leiðreglur og fyriskipanir til antibiotikaviðgerð. Tørvur á antibiotikaviðgerðum og støðan viðvíkjandi antibiotikamótstøðuføri og onnur serlig viðurskifti eru ikki eins í øllum londum ella økjum. Sum dømi skal ein sjúklingur við ígerðarsjúku úr Japan, ikki neyðturviliga hava sama heilivág, sum ein sjúklingur úr Føroyum, hóast hesir fáa stað­ fest somu sjúkuavgerð. Tí er tað umráðandi, at vit í Føroyum hava okkara egnu leiðreglur og fyriskipanir um antibiotikaviðgerð, bæði til sjúkrahúsverkið og til primera heilsu­ geiran. Arbeiðsbólkurin mælir til, at leiðreglur og fyriskipanir verða savnaðar á einum stað og gjørdar tøkar hjá øllum viðkomandi pørtum. Upplýsingarframtøk Upplýsing og kunning til borgaran um skynsama antibiotikanýtslu og avleiðingar av antibiotikamótstøðuføri kann verða við til at minka um eftirspurningin eftir anti­ biotika millum borgarar, og harvið trýstið á kommunulæknar at ávísa antibiotika. Norska Folkehelseinstituttet metir, at kunn­ ingarátøk um antibiotikanýtlsu og anti­ biotikamótstøðuføri kunnu verða við til at minka antibiotikanýtsluna við 4% til 6%7. 90% av antibiotikanýtsluni er í primera heilsugeiranum. Kanningar uttanlands vísa, at tað ofta er eitt trýst frá borgarum á kommunulæknarnar, um at ávísa anti­ biotika, hóast tað í nógvum førum ikki er neyðugt. Hetta kemst av, at borgarin er sannførdur um, at fyri seg er antibiotika besta viðgerðin. Tað er sera týdningarmikið, at læknin í hvørjum einstøkum føri kunnar sjúklingin um skynsama antibiotikanýtslu. 7 Handingsplan mot antibiotikaresistens i helsetjenesten https://www.regjeringen.no/contentas sets/915655269bc04a47928fce917e4b25f5/handlingsplan-antibiotikaresistens.pdf 11 12 Upplýsingarframtøk eiga at verða sett í verk, og kunningartilfar gjørt tøkt til borg­ aran. Kunningartilfar eigur at verða gjørt á føroyskum. í Danmark og hinum Norðan­ londunum eru stovnar, sum gera kunningar­ tilfar, sum møguliga kann umsetast til før­ oyskt og tillagast føroysk viðurskifti. Koppseting og reinføri eru við til at minka um smittuvandan og harvið eisini um tørvin á og eftirspurningin eftir antibiotika. Tí er tað eisini umráðandi, at upplýst verður um tilboðini, sum eru um koppseting mótvegis smittandi sjúkum og um týdningin av rein­ føri. 2.1 TILMÆLIR OG KOSTNáUR Niðurstøðurnar hjá arbeiðsbólkinum taka útgangsstøði í støðuni, sum hon er í dag á økinum. Tað hevur ikki áður verið nøkur ávís yvirskipað ætlan við endamálinum at tálma antibiotika nýtsluna og antibiotika­ mótstøðuføri innan heilsuverkið í Føroyum. Hetta hevur verið og er framvegis á bredd­ anum í okkara grannalondum, og metur arbeiðsbólkurin, at tað er neyðugt, at hetta eisini verður sett á breddan í Føroyum. Tilmælini hjá arbeiðsbólkinum kunnu býtast í tveir høvuðsbólkar. Fyrsti parturin er tað yvirskipaða arbeiðið og skipan av eftirlitinum við antibiotikanýtsluni og antibiotikamótstøðuføri skipan av einum Antibiotikaráðið og eini Antibiotic Stewardship Programme eind. Mælt verður til í fyrstu atløgu at miða ímóti at seta 3 mió. kr. av til: infektiónsmedisinskan førleika, molekylerbiologiskan førleika og smittuverjufrøðing ein farmaseut og ein farmakonom til Antibiotic Stewardship Programme eindina Við hesi raðfestingini kann eitt grundarlag fáast at skipa arbeiðið við at tálma anti­ biotikanýtsluna og eygleiða antibiotika­ mótstøðuføri í Føroyum. Til dømis at skipa eftirlitið, gera vegleiðingar, fyriskipanir og upplýsingarframtøk. Næsti parturin eru viðurskiftir, sum hava við sjúkustaðfestingina at gera. At styrkja fakliga serkunnleikan, og gera íløgur í nýggjan útbúnað og dagføring av verandi útbúnaði. Mælt verður til í fyrstu atløgu at seta 2 mió. kr. av til: økja um talið á bioanalytikarum førleikamenna bioanalytikarar dagføra útbúnað og dagføra verandi útbúnað Við hesi raðfesting kann arbeiðið byrja við at menna og betra førleikarnar hjá heilsu­ verkinum at staðfesta sjúkuorsøkir. Ein fortreyt fyri at seta eina skipan í verk innan heilsuverkið í Føroyum, at hava eftirlit við antibiotikanýtsluni og antibiotikamót­ støðuførinum, er, at økt verður um fakliga serkunnleikan á økinum. Sum lýst í verk­ ætlanini er tørvur á eini øking í talinum av infektiónsmedisinarum, bioanalytikarum og smittuverjufrøðingum umframt at mælt verður til at seta ein mikrobiolog og ein molekylerbiolog, bæði hálv størv. Hvussu nógv størv talan er um, veldst um, hvørja tænastu/tænastustøðið heilsuverkið skal veita. Tað er eisini ein sannroynd, at serfrøðin er trupul at fáa til vega, tí kann væntast, at tað fer at taka rúma tíð at rekruttera viðkomandi starvsfólk. Harum­ framt er talan eisini um eina skipan, sum skal byggjast upp frá grundini. Hetta tekur tíð, og kann gerast stigvíst. í talvuni á síðu 13 eru øll tilmælini við út­ reiðslumetingum skipað í somu raðfylgju, sum í fylgjandi kapitlum 3 til 7: Tilmæli Frágreiðing útreiðslumeting 3.1 Skráseta eftir heilsuorsøk í sambandi við skrásetingav antibiotikanýtslu skal heilsuorsøk eisini skrásetast. Hetta hevur við sær eyka- skráseting hjá heilsustarvs- fólki, umframt møguligar tillagingar í sjúklingaskránni Torført at meta um kostnað 3.2 Skráseting av antibiotika, sum verður beint burtur umframt innihaldi í smærri goymslunum kring landið Hetta er ein uppgáva hjá Antibiotic Stewardship Programme eindini 4.1 Tillaga Cosmic/managongdir at gera tað møguligt at skráseta/ flagga Tað vil siga, skráseta tilburðir av mótstøðuførum bakterium í sjúklingajournalina, soleiðis at móttakandi deild hevur møguleika at seta smittu- forðandi tiltøk í verk, tá sjúk- lingurin verður innlagdur Hetta krevur ikki tillaging í skipanini 4.2 Skráseting og hagtøl í Cosmic. 4.3 Seta ein smittuverjufrøðing afturat Gera greiðar mannagongdir fyri skráseting og rapportering av tilburðum við mótstøðuførum bakterium. Til tess at styrkja smittuverju- organisatiónina at fevna um alt heilsuverkið í Føroyum Hetta er ein uppgáva hjá Antibiotic Stewardship Programme eindini 600.000 kr. /árið 4.4 Koppseta heilsustarvsfólk Koppseta øll heilsustarvsfólk, sum hava sjúklingakontakt Torført at meta um kostnað. Helst ikki ein týðandi upp- hædd 5.1 Antibiotikaráð Seta á stovn eitt anti- biotikaráð, sum skal fylgja við gongdini í nýtsluni av antibiotika og antibiotika- mótstøðuføri 100-200 t. kr. um árið til fundarvirksemi 5.2 Seta í verk eina Antibiotika Stewardship Programme eind At viðgera antibiotika hagtøl og eftirlit við mótstøðu-føri. Kunning um nýtslu og mótstøðuføri. Seta í verk átøk at basa antibiotikamótstøðu- føri. Ein farmaseutur og ein farmakonomur 1.6 mió. kr. 6.1 Styrkja infektiónsmedisinska serkunnleikan innanfyri 3-6 ár við trimum størvum Tørvur er á tilsamans trimum infektiónsmedisinarum,skal tænastan vera tøk allar gerandisdagar í árinum í dagtímunum 2 mió. kr. /ár 6.2 Styrkja infektiónsmedisinska serkunnleikan innanfyri 8-12 ár við fýra størvum Tørvur er á tilsamans fýra infektiónsmedisinarum, skal tænastan vera tøk alt samdøgrið (vaktarskipan) 3 mió. kr./ár 13 6.3 Hálvt mikrobiologiskt starv á hægri støði í mikrobiologiini Kann eisini røkjast av hálvum infektiónsmedisinara 500 t. kr./ár 6.4 Hálvt molekylerbiologiskt starv á hægri støði í mikrobiologiini Hetta kann til dømis samskipast við einum parttíðarstarvi á Fróskapar- setrinum, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ella Inova 500 t. kr./ár 6.5 Reglulig dagføring av tøkni sum heild Dagføring av verandi útbúnaði og íløgur í nýggjan útbúnað Torført at meta um kostnað 6.6 Implementera nýggj automatiserað PCR-tól Framkomið tól til mikrobiolo- giskar kanningar 1 mió. kr. 6.7 Seta í verk patogensekventeran í sjúkrahúsverkinum Viðkomandi í sambandi við handfaring av útbrotum Torført at meta um kostnað 6.8 Mannað mikrobiologiina alt samdøgrið At fáa skjótari svartíðir og optimering av nýtsluni av tólunum. T.v.s. 3-5 størv 1.5 mió. kr. 6.9 Tryggja skjótan flutning av royndartilfari frá KS og SS umframt frá primera heilsugeiranum Soleiðis, at sjúklingar verða settir í røttu viðgerð skjótast gjørligt Innanfyri játtanina hjá viðkomandi stovni/eind 6.10 Føroyskar vegleiðingar (instruksir) Vegleiðingarnar skulu varðveitast sentralt og vera tøkar hjá øllum viðkomandi heilsustarvsfólki v.m. Hetta er ein uppgáva hjá Antibiotic Stewardship Programme eindini 6.11 Ein infektiónsmedisinsk seingjardeild Við møguleika fyri uml. 6-8 seingjarplássum (harav tvær háisolatiónsstovur) Torført at meta um kostnað 7.1 Kunning til sjúklingar/ borgarar Kunning frá læknum, kunningartilfar tildømis í bíðihølum hjá kommunulækna, á sosialum miðlum, filmsbrot 50.000 kr./árið 7.2 Kunning til heilsustarvsfólk Luttøka á árliga globala antibiotika-átakinum í viku 46 50.000 kr./árið 7.3 Kunning til heilsustarvsfólk o.o. Skipa fyri felags norður- lendskari reinførisvikuí viku 38 50.000 kr./árið 14 Arbeiðsbólkurin hevur handað landsstýris­ kvinnuni hesa ætlan við vón um, at politik­ arar fara at seta ætlanina frammarlaga í tí politisku raðfestingini. Bólkurin hevur í sínum arbeiði strembað fram í móti at greina hetta álvarsmál so gjølla, at eingin ivi skal vera um, at tørvur er á broyting og nýhugsan innan antibiotika. Skula vit í Føroyum frameftir kunnað við­ gera fólk við ígerðarsjúkum, so fleiri ikki fara at doyggja av vanligum ígerðarsjúkum, er neyðugt, at politisk raðfesting av tilmæl­ unum verður sett frammarlaga. 15 3. NýTSLAN AV ANTIBIOTIKA í HEILSUVERKINUM í FØROYUM Tað hevur við sær, at heilsustarvsfólk skulu gera eina eyka skráseting í mun til tað, sum gjørt verður í dag. Har­ afturat skulu smærri tillagingar gerast í skipanini. Arbeiðsbólkurin mælir tí til, at heilsu­ orsøk verður skrásett í sambandi við ávísing av antibiotika (tilmæli 3.1). Øll søla av antibiotika í Føroyum verður avgreidd borgarum frá apotekunum. Tað er tí møguligt at fáa nágreiniligar upplýs­ ingar um nøgdina av heilivági, sum verður heintaður á apotekunum. Tað vil siga, tað sum borgarar/sjúklingar heinta á apotek­ unum. Tað er ikki allur heilivágur, ávístur av lækna, sum verður heintaður. Mett verður tí, at nøgdin av heilivági, sum apotekið selur, er ein rættari mynd av samlaðu nýtsluni, enn nøgdin, sum er ávíst av lækna. Antibiotikanýtslan í primera heilsugeiranum fevnir um allan antibiotikaheilivág, sum er ávístur frá kommunulæknum, serlæknum, tannlæknum og djóralæknum. Antibiotika­ nýtslan á sjúkrahúsunum fevnir um nýtsl­ una á øllum trimum sjúkrahúsunum. Antibiotikanýtslan, viðgjørd í sambandi við hesa virkisætlanina, fevnir um allan anti­ biotika heilivág, sum er fevndur av anatom­ iska, terapeutiska og kemiska (ATC)8 klassanum J01. Eisini er metronidazol (P01AB01) og vancomycin (A07AA09) við í uppgerðini. Antiviralur heilivágur (til við­ gerð av virus), heilivágur fyri tuberkulosa og svampaheilivágur eru ikki við í hesum arbeiðinum. í Føroyum verður antibiotikanýtslan bert skrásett við ATC­flokkingini bæði í primera heilsugeiranum og á sjúkrahúsunum. í øðrum londum, eitt nú í Danmark, verða eisini heilsuorsøk (indikation), aldur, kyn o.a. skrásett í sambandi við ávísing av anti­ biotika. 3.1 SMALSPEKTRá- OG BREíSPEKTRá ANTIBIOTIKA Antibiotika er felags heiti fyri heilivág, ið verður nýttur til at viðgera ígerðir, sum standast av bakterium. Fleiri ymisk sløg av bakterium eru orsøk til ígerðir hjá sjúk­ lingum. Antibiotika er býtt upp eftir hvørjum bakterium, tað er virkið ímóti. Smalspektrað antibiotika er virkið móti fáum útvaldum bakterium, og hevur við sær minni vanda fyri menning av mótstøðuførum bakterium. Breiðspektrað antibiotika er virkið móti fleiri ymiskum bakterium/bakteriusløgum og hevur størri vanda fyri at elva til mót­ støðuførar bakteriur. Fyrimunurin við breiðspektraðum anti­ biotika er m.a., at tað kann brúkast til við­ gerð, har trupult er at staðfesta, hvørjar bakteriur hava elvt til ígerð. Vandin við breiðspektraðum antibiotika er, at hesir antibiotikabólkar kunnu eisini gera av við gagnligar og óskaðiligar bakteriur, sum til dømis tær góðu og natúrligu tarmbakteriur­ nar. Fyri at seta sjúklingar í røttu viðgerð skjótast gjørligt, er neyðugt fyrst at staðfesta sjúku­ orsøkina. Men orsakað av, at heilsuverkið í Føroyum ikki hevur alla útgerð, tól og arbeiðsførleikar/­orku til tess, verða fleiri royndir sendar av landinum at útgreina. Hetta merkir, at tað kunnu ganga fleiri dagar, í summum førum upp til eina viku, at staðfesta sjúkuorsøkina. Tað hevði bøtt munandi um møguleik­ arnar at gera eftirmetingar av viðgerðar­ góðskuni, um skráseting eisini fevndi um heilsuorsøk. Sambært eindini Heilsukunning og Dygd kann tað gerast møguligt at skrá­ seta heilsuorsøk í THS (Talgildu Heilsu­ skipanini) í sambandi við ávísing av heilivági. 16 8 Flokking av heilivági Svarið av útgreiningini er avgerandi fyri, hvat fyri heilivág sjúklingurin skal hava, eisini snýr hetta seg um lív ella deyða hjá sjúklinginum. Tí eru vit í Føroyum í eini ser­ støðu, tá talan er um at fáa staðfest, hvat slag av heilivági sjúklingurin skal hava. Greiningin av samlaðu antibiotikanýtsluni í Føroyum vísir, at vit brúka lutfalsliga meira av ávísum breiðspektraðum antibiotika í mun til ávís smalspektrað antibiotika, samanborið við okkara grannalond. Ein orsøk kann m.a. vera omanfyrinevndi trupulleiki við staðfesting av sjúkuorsøk. í teimum førum har læknin metir, at sjúk­ lingurin hevur tørv á viðgerð beinanvegin, er sum oftast neyðugt at brúka breiðspektraða antibiotika, tá sjúkuorsøkin ikki er staðfest. Okkara grannalond hava í fleiri ár lagt stóran dent á at nýta smalspektrað antibiotika framum breiðspektrað antibiotika. Arbeiðs­ bólkurin metir, at tað er sera umráðandi, at dentur verður lagdur á at arbeiða miðvíst við at optimera nýtsluna av antibiotika og at minka um nýtsluna av breiðspektraðum antibiotika, eisini í Føroyum. Mynd 3.1 Hetta kann millum annað gerast við at raðfesta á diagnostiska økinum, bæði við starvsfólkaorku og dagførdum tólum og útgerð. á henda hátt at ávirka, at bíðitíðin at fáa svar upp á kanningar, gerst so stutt sum gjørligt, so tað í minni mun er neyð­ ugt at seta sjúklingar í viðgerð við breið­ spektraðum antibiotika. Tað vil siga, at soleiðis verður sjúklingurin settur í røttu og bestu viðgerð skjótast gjørligt. 3.2 LýSING AV ANTIBIOTIKA- NýTSLUNI í HEILSUVERKINUM Nýtslan er gjørd upp í DDD (defined daily dosages/dosur um døgnið). Fyri primera heilsugeiran eru hagtølini gjørd upp í DDD/1000 íbúgvar um dagin (DID). Hag­ tølini fyri sjúkrahúsini eru gjørd upp í DDD/100 seingjardagar. WHO (World Health Organisation) ásetur DDD fyri tey ymsu evnini. Eindin DDD verður brúkt globalt og ger tað møguligt at samanlíkna antibiotikanýtsluna ímillum lond. 17 Frágreiðing um antibiotikanýtsluna í primera heilsugeiranum og á sjúkrahúsunum hevur síðani 2012 verið fráboðað í DANMAP rapportini, sum Statens Seruminstitut saman við øðrum stovnum gevur út eina ferð um árið. í arbeiðsbólkinum er semja um, at Før­ oyar framhaldandi skulu samstarva við DANMAP, viðvíkjandi eftirliti og fráboðan av antibiotikanýtslu og mótstøðuføri. Sam­ stundis verður lagt upp til at kanna, hvørjir aðrir møguleikar eru fyri samstarvi við líkn­ andi skipanir í øðrum londum. Sambært hagtølunum hjá Apoteksverk­ inum, verða umleið 90% av antibiotika ávíst til borgarar/sjúklingar í primera heilsugeiranum. Tað vil siga hjá kommunu­ læknum/serlæknum, tannlæknum og djóra­ læknum og 10% av antibiotikanýtsluni í Føroyum, verður ávíst á sjúkrahúsverk­ inum. Hóast hetta er minni parturin av samlaðu nýtsluni, er antibiotikanýtslan á sjúkrahúsverkinum ein týðandi partur í mun til arbeiðið at minka um antibiotika­ nýtsluna og mótstøðuføri. Ein orsøk er, at á sjúkrahúsunum eru fleiri ymiskar bakteriur á lutfalsligum smáum umráðum, har tætt­ leikin av sjúklingum er stórur, tí er vandin fyri smittu eisini stórur (selektiónstrýst). Samlaða antibiotikanýtslan fyri bæði prim­ era heilsugeiran og sjúkrahúsini í Føroyum var 15,65 DID í 2016, hetta er 15% lægri enn samlaða nýtslan í Danmark, sum var 18,47 DID sama tíðarskeið. Samlaða anti­ biotikanýtslan er lægri í Føroyum saman­ borið við fleiri onnur lond í Evropa. Nýtslan í primera heilsugeiranum Nýtslan av antibiotika hevur verið minkandi seinastu árini í primera heilsugeiranum. Nýtslan er fallin frá 14,5 DID í 2012 til 13,7 DID í 2017. Nýtslan av antibiotika liggur lutfalsliga lágt í primera heilsugeiranum, ein óvissa er tó í tølunum, sum møguliga í veruleikanum eru eitt sindur hægri enn hagtølini vísa. Hetta orsakað av, at á nøkrum av smærri støð­ unum í Føroyum eru heilivágsgoymslur, sum antibiotika v.m. verður útflýggjað frá eftir avtalu við avvarðandi kommunulækna ella vaktlækna. Talan er tó ikki um týðandi nøgdir av antibiotika, sum ikki eru skrásettar í nýtsluhagtølunum. Arbeiðsbólkurin umrøddi, at hetta kann loysast við at gera greiðar mannagongdir á økinum. Mælt verður til, at innihaldið í smærru goymslunum, umframt tað, sum verður beint burtur, onkursvegna verður skrásett, og mannagongdir mugu gerast hesum viðvíkjandi (tilmæli 3.2). Upplagt er, at ein Antibiotika Stewardship eind tekur sær av tílíkum uppgávum (sí kapittul 5 Antibiotika Stewardship á øllum sjúkrahúsunum). Samlað antibiotikanýtsla á primergeiranum Mynd 3.2 15 14.8 14.6 14.4 14.2 14 13.8 13.6 13.4 13.2 Nýtslan av antibiotika liggur lutfalsliga lágt í primera heilsugeiranum, ein óvissa er tó í tølunum, sum møguliga í veruleikanum eru eitt sindur hægri enn hagtølini vísa. Hetta orsakað 18 2012 2013 2014 2015 2016 2017 ár DDD/1000 íbúgvar/dag av, at á nøkrum av smærri støðunum í Føroyum eru heilivágsgoymslur, sum antibiotika v.m. Nýtslan á sjúkrahúsunum í 2016/17 varð framt eftirlit við antibiotika­ nýtsluni á Landssjúkrahúsinum. Allir inn­ lagdir sjúklingar í antibiotikaviðgerð vórðu skrásettir. Hetta varð gjørt í sambandi við eina verkætlan, sum hevði til endamáls at seta í verk Antibiotika Stewardship Pro­ gramme9 á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðs­ setningurin til hesa virkisætlan leggur upp til, at eftirlit skal verða við nýtsluni á øllum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum. Nýtslan á Landssjúkrahúsinum hevur verið vaksandi frá 2010 til 2016, tó sæst ein stabilisering av nýtsluni í 2017 samanborið við 2016. Hetta er líknandi mynstrinum vit síggja í okkara grannalondum. Samlaða nýtslan er vaksin 64% frá 2010 til 2017 á Landssjúkrahúsinum. í serligum fokusi eru breiðspektraðu cefuroxim, ciprofloxacin og meropenem. Nýtslan av cefuroxim er 25% av samlaðu nýtsluni á Landssjúkrahúsinum í 2017. Ciprofloxacin er stabil seinastu tvey árini, 9% av samlaðu nýtsluni í 2017 og nýtslan av meropenem er 4% bæði í 2016 og 2017. Umráðandi er, at arbeitt verður við at minka um nýtsluna av breiðspektraðum anti­ biotika bæði í primera heilsugeiranum og á sjúkrahúsunum. Tað vil siga, antibiotika so sum cephalosporinum, quinolonum og meropenem. Mynd 3.3 Ein útgreinað lýsing av antibiotikanýtsluni í Føroyum er í fylgiskjali 3. Skandinavisku londini hava lutfalsliga høga nýtslu av smalspektraðum pensillinum. Hesi londini hava eisini í fleiri ár arbeitt við at fáa eina skynsamari nýtslu av anti­ biotika bæði á primera heilsugeiranum og á sjúkrahúsunum. Norra, Svøríki og Dan­ mark hava sett sum mál at minka anti­ biotikanýtsluna, bæði samlaðu nýtsluna og nýtsluna av breiðspektraðum antibiotika. Beta­lactamase­følsom penicillin (V­peni­ cillin) er framvegis størsti bólkur, ið varð nýttur við 4,3 DID, sum svarar til 31% av samlaðu nýtsluni. Sulfonamidir er 3. størsti bólkurin av antibiotika, ið varð nýttur í 2017 svarandi til 9% av samlaðu nýtsluni. í Føroyum hava vit lutfalsliga høga nýtslu av sulfonamidum í mun til okkara granna­ lond, men orsakað av mótstøðuføri hjá umleið einum triðingi av borgarunum, eru sulfonamidir ikki besta valið at nýta til við­ gerð. Hóast høga mótstøðuføri fyri sulfona­ midum, verður tað, í størri mun enn í okk­ ara grannalondum, brúkt til viðgerð av bløðruígerð í staðin fyri pivmecillinam, sum er fyrsta val til viðgerð av bløðruígerð. í høvuðsheitum er orsøkin til hetta, at tað er staðfest, at ein partur av føroyingum hevur CTD (Carnitin Transporter Deficiency). 60 50 40 30 20 10 0 2012 2013 2014 2015 2016 2017 Samlað antibiotikanýtsla á LS Ar 9 Eitt programm, ið er ætlað at rationalisera antibiotika brúkið Samlaða nýtslan er vaksin 64% frá 2010 til 2017 á Landssjúkrahúsinum. í serligum fokusi eru breiðspektraðu cefuroxim, ciprofloxacin og meropenem. Nýtslan av cefuroxim er 25% av samlaðu nýtsluni á Landssjúkrahúsinum í 2017. Ciprofloxacin er stabil seinastu tvey árini, 9% av samlaðu nýtsluni í 2017 og nýtslan av meropenem er 4% bæði í 2016 og 2017. 19 DDD/100 seingjadagar 20 Viðgerð við pivmecillinam kann hava við sær, at carnitin­støði í kroppinum lækkar, tí kann viðgerð við pivmecillinam verða sera vandamikil fyri fólk við CTD. Sum av­ leiðing av hesum hevur Landslæknin álagt læknunum, at skráseta carnitin­støðið hjá sjúklinginum á ávísingina, hvørja fer pivmecillinam verður ávíst. Av tí, at tað eru fleiri føroyingar, sum enn ikki hava latið seg kannað fyri CTD, og/ella at kanningarúrslitið ikki er skrásett í sjúk­ lingaskránni, hevur hetta við sær, at tað er lættari og skjótari hjá læknunum at ávísa sulfonamidir. Tó sæst ein vøkstur í nýtstuni av pivmecillinam seinastu árini. Orsakað av avmarkingum í ávísingum av pivmecillinam, verður í nøkrum førum breiðspektrað antibiotika nýtt til viðgerð av bløðruígerð. Tað er ikki greitt, hvussu nógvir sjúklingar fáa breiðspektrað antibiotika, orsakað av vandanum viðvíkjandi CTD. Ein møgulig loysn á hesa støðuna kundi verið, at allir føroyingar, sum ikki eru kannaðir fyri CTD, verða kannaðir, og úrs­ litini skrásett í sjúklingaskránna hjá við­ komandi persónum. 4. ANTIBIOTIKAMóTSTØÐUFØRI ígerð, sum er elvd av mótstøðuførum bak­ terium, kann hava við sær álvarsamar sjúkur, serliga hjá sjúkum og veikum persónum. Tá ið bakteriur eru mótstøðuførar, er trupult, og í summum førum ógjørligt, at viðgera við antibiotika. Innleggingartíðin verður sum oftast longd munandi. Hetta hevur stórar fíggjarligar avleiðingar fyri samfelagið og ikki minst fyri sjúklingin, sum noyðist at vera heimanífrá og missir nógva arbeiðstíð. Eins og í londunum uttan um okkum, eru tilburðir av mótstøðuførum bakterium støðugt vaksandi. Tilburðir av mótstøðu­ førum bakterium verða regluliga staðfestir á sjúkrahúsunum í Føroyum. Allir sjúk­ lingar, sum verða útskrivaðir frá útlendsk­ um sjúkrahúsum beinleiðis til sjúkrahús í Føroyum, verða kannaðir fyri fýra mót­ støðuførar bakteriur MRSA, VRE, ESBL og CPE. Tilburðir við hesum smáverum verða neyvt fylgdir og skrásettir av smittuverju­ frøðingi. Mynd 4.1 í Føroyum varð tann fyrsti tilburðurin av mótstøðuførum stafylokokkum, tann so­ kallaða MRSA (Staphylococcus aureus), sum finst á húð og slímhinnum, funnin í 2004. Síðani eru 56 tilburðir staðfestir, har teir flestu eru funnir í primera heilsu­ geiranum. ESBL enzymir finnast serliga í tarmbakterium E. coli og K. pneumonia, sum eru mótstøðuførar ímóti øllum penicillinum, 2. og 3. generatións cephalo­ sporinum, stundum fluorkinolonum og aminoglykosidum. ESBL kann elva til fleiri álvarsliga ígerðsjúkur. ESBL verður við jøvn­ um millumbilum staðfest bæði í primera heilsugeiranum og á sjúkrahúsunum. Tað verða staðfestir ein til tríggir tilburðir í miðal um mánaðin. CPE (Carpapenemaseproduserandi organ­ isma) er heitið á einum bólki av fjølmót­ støðuførum bakterium, sum elva til ígerð og eru truplar at viðgera, tí tær eru mótstøðu­ førar mótvegis fleiri sløgum av antibiotika. úr kanning, sum William Smith, árni E. Lisberg, stud.med. og Høgni Djurhuus, stud. med. gjørdu í 2016 VRE udbrud pa Landssygehuset effekten af bred­ og smalspektret antibiotika. 21 Mynd 4.2 CPE er ikki staðfest í Føroyum enn. Tó verður hildið eitt vakið eyga við CPE, tí í Danmark er ein vaksandi trupulleiki av hesum smáverum. VRE (Vancomysin mótstøðuførir entero­ kokkar) er harafturímóti ein stórur trupul­ leiki í Føroyum. Sum sæst á Mynd 4.1 varð fyrsti tilburðurin av VRE funnin í apríl 2015. Tað var ikki møguligt at fáa tamar­ hald á bakteriuni, og VRE varð spreitt út til allar deildir á Landssjúkrahúsinum. 1. februar 2016 varð steðgað við at kanna sjúklingar fyri VRE, tí VRE var endemisk, t.v.s., at hon er blivin ein varandi partur av umhvørvinum á sjúkrahúsinum. Síðani eru einans sjúklingar kannaðir fyri VRE, um teir koma frá einum útlendskum sjúkra­ húsi. VRE er ein enterokokkur, sum er natúrligur partur av tarmfloruni. Hon kann elva til bløðruígerð og aðrar álvarsamar ígerðarsjúkur. 4.1 AVBJóÐINGAR FYRI FØROYSKA SJúKRAHúSVERKí Føroyska heilsuverkið hevur serligar av­ bjóðingar viðvíkjandi mótstøðuførum smá­ verum. Føroyska heilsuverkið sendir sjúk­ lingar til viðgerð uttanlands umleið 2.800 ferðir árliga, tó mest til Danmarkar. Nógvir av sjúklingunum verða innlagdir á sjúkra­ hús í Føroyum, tá ið teir koma aftur úr við­ gerð uttanlands. Tí er sera trupult at fyribyrgja, at smáverur verða innfluttar frá teimum útlendsku sjúkrahúsunum. Hetta ger, at tað føroyska sjúkrahúsverkið í flestu førum Landssjúkrahúsið verður sera viðbrekið. Støðan við VRE í 2015 vísir, at smittuverjueindin eigur at verða styrkt, soleiðis at tilbúgvingin verður nóg sterk og til reiðar at tálma útbrotum av mótstøðu­ førum smáverum ella serliga smittandi ígerðarsjúkum. Tað er umráðandi at fyribyrgja smittu av mótstøðuførum bakterium, bæði frá Føroyum til Danmarkar/útlond og úr Danmark/útlondum til Føroyar. Tí er eisini tørvur á at skipa kunning millum sjúkrahús betri, enn hon er í dag. Við kunning um allar sjúklingar, sum frammanundan eru kannaðir fyri mótstøðuførar bakteriur, er bert neyðugt at kanna og avbyrgja teir sjúklingar, sum ikki eru kannaðir frammanundan. Hetta hevði verið við til at minka um arbeiðstrýstið á sjúkrahúsinum (tilmæli 4.1 og 4.2). 22 Umstøðurnar á Landssjúkrahúsinum eru ikki nøktandi, tá talan er um smittuverju. Talið á seingjarplássum er avmarkað, og tað mangla einastovur við vesi, soleiðis at sjúklingar við smittueyðkennum kunnu av­ byrgjast. Mynd 4.3 Antibiotikapolitikkur, antibiotikamótstøðu­ føri og trupulleikar av fjølmótstøðuførum bakterium eiga at vera eitt týðandi góðsku­ og trygdarparametur, tá tað føroyska heilsuverkið skal avgera, hvar føroyskir sjúklingar skulu fáa viðgerð og staðfesta sjúkuavgerð uttanfyri Føroyar. Er talan um sjúkrahús uttanlands, antin í Danmark ella í øðrum londum, sum eru eins viðvíkjandi góðsku og førleika, men hava færri trupulleikar av fjølmótstøðuførum bakterium, fáa føroyskir sjúklingar eina tryggari viðgerð bæði uttanlands og í Føroyum, um sjúklingarnir verða sendir til tey reinastu sjúkrahúsini uttanlands. Tað vil siga, tey sjúkrahúsini, sum hava minst trupulleikar av fjølmótstøðuførum bak­ terium. 4.2 LýSING AV STØÐUNI í DAG Við tølum frá Rannsóknarstovuni á Lands­ sjúkrahúsinum hevur smittuverjufrøðingur ført yvirlit yvir MRSA, ESBL og VRE til­ burðir. Tilburðir av ESBL hava verið støð­ ugir seinastu trý árini. í 2015 varð tann fyrsti tilburðurin av VRE funnin á Lands­ sjúkrahúsinum. Tilburðar av VRE, funnir eftir 1. feb. 2016, eru antin sjúklingar, komnir frá útlendskum sjúkrahúsum ella sjúklingar við t.d. staðfestari bløðruígerð ella sárígerð. MRSA hevur verið skrásett í Føroyum síðani 2007. í 2004 vórðu teir fyrstu tilburðirnir funnir, men ein reglulig skráseting byrjaði í 2007, tá Landssjúkrahúsið setti ein smittuverjufrøðing í starv. í 2007 varð eitt útbrot í primera heilsugeiranum, eitt átak varð framt, og vórðu fleiri tilburðir staðfestir og viðgjørdir. Síðani 2007 hevur einki útbrot verið, bert einstakir tilburðir, sum eisini eru viðgjørdir. Eins og føroyska sjúkrahúsverkið, sendir grønlandska sjúkrahúsverkið sjúklingar til viðgerðir uttanlands, eisini har verða flestu sjúklingarnir sendir til Danmarkar. í Grønlandi hava tey somu trupulleikar sum í Føroyum við vandanum fyri at innflyta mótstøðuførar bakteriur. Frá 2000 til 2016 høvdu tey í Grønlandi staðfest tveir tilburðir við VRE, 76 tilburðir við ESBL og 28 tilburðir við MRSA. Føroyska sjúkrahúsverkið sendir nærum dupult so nógvar sjúklingar til viðgerð uttanlands samanborið við grøn­ lendska sjúkrahúsverkið. 4.3 SMITTUVERJA Almennu smittufyribyrgjandi leiðreglurnar venda sær til alt heilsuverkið. Høvuðs­ stevnubólkurin eru starvsfólk á sjúkrahús­ um, røktarheimum og øðrum stovnum við røkt alt samdøgrið, sum til dømis heima­ tænastan, heilsutænastur, klinikkir og líkn­ andi stovnar. 23 24 Almennar smittufyribyrgjandi leiðreglur kunnu eisini fylgjast á sosialum og náms­ frøðiligum stovnum, til dømis stovnar til børn, ið bera brek, endurmenningar­ og endurvenjingareindir, bústovnar, tilhald og onnur, har starvsfólkahópurin er aðrir fak­ bólkar (til dømis námsfrøðingar). Yvirskipaða málið er at minka smittu­ vandan fyri sjúklingar/borgarar, starvsfólk og aðrar persónar við sambandi til føroyska heilsuverkið. Leiðreglurnar venda sær tí nágreiniliga mótvegis fyribyrging og at steðga smittu, við at fylgja almennu smittu­ fyribyrgjandi leiðreglunum, sum eru: At leggja til rættis arbeiðsgongdina Hondreinføri At brúka arbeiðsklæðir At brúka verju so sum eingangsfyriklæði, handskar og munnbind At reingera, desinfisera og sterilisera At handfara rein og skitin klæðir At handfara burturkast At hagreiða matvørur Borgarar, sjúklingar, avvarðandi, vitjandi og onnur við tilknýti ella sum á annan hátt hava samband við heilsuverkið, fáa upp­ læring í smittufyribyrgjandi leiðreglunum, serliga hondreinføri, tá mett verður, at tørvur er á tí. Tað er ábyrgdin hjá arbeiðsgevarunum, í samstarvi við smittuverjufrøðingin, at syrgja fyri og at meta um, hvørt vegleiðingarnar verða fylgdar. á Landssjúkrahúsinum eru vegleiðingar til ymiskar mannagongdir á PLI10 har allar hava Statens Serum Institut, SSI, sum tilvísing. Smittuleiðirnar í heilsuverkinum eru: Kontaktsmitta (beinleiðis/óbeinleiðis) Luftborin smitta Stunguskaðar Vehikelborin smitta (føðsla, vatn, medisin o.l.) Tær almennu smittufyribyrgjandi leið­ reglurnar skulu altíð fylgjast í røktini og í viðgerðini. Er talan um mótstøðuføra smá­ veru hjá innløgdum sjúklingi, skulu serligar smittufyribyrgjandi leiðreglur fylgjast. Hetta merkir, at sjúklingurin skal avbyrgjast á einastovu, at starvsfólkini nýta handskar, eingangssvintu/kittil og munnbind, tá tað er neyðugt. Hesar serligu leiðreglur verða ikki nýttar í viðgerðarstøðum í primera heilsu­ geiranum, men tað verður altíð mælt til at fylgja teimum almennu smittufyribyrgjandi leiðreglunum óansæð, um sjúklingurin/ borgarin er berari av mótstøðuførum smá­ verum ella ikki, bæði tá arbeitt verður í primera heilsugeiranum ella á sjúkrahús­ unum. Smittufyribyrgjandi tiltøk eiga eisini at verða sett í verk uttanfyri heilsuverkið so sum á vøggustovum, barnagørðum, skúlum umframt kunning til foreldur. Mælt verður til at styrkja smittuverju­ eindina við at seta ein smittuverjufrøðing afturat. árligu útreiðslurnar eru mettar at vera umleið 600 t. kr. (tilmæli 4.3). Við tveimum smittuverjufrøðingum hevði verið møguligt at veitt tænastur til alt heilsuverkið. í løtuni er ein smittu­ verjufrøðingur settur á Landssjúkra­ húsinum, sum veitir tænastur til Heilsu­ og innlendismálaráðið, sjúkrahúsverkið og primera heilsugeiran. Við tveimum smittuverjufrøðingum hevði verið møguligt at raðfest á primera heilsugeir­ anum. Til dømis kundu tænastur verið veittar eldri borgarum, við betri kunn­ ing um smittufyribyrgjandi átøk innan koppingarevni fyri beinkrím og bløðru­ ígerð. Hetta hevði verið við til at minka um antibiotikanýtsluna umframt inn­ leggingar á sjúkrahúsini. 10 PLI Innanhýsis kunningarskipan á Landssjúkrahúsinum At fyribyrgja ígerð, ið stendst av krími, skulu tiltøk gerast árliga, áðrenn krím­ tíðin byrjar. Tað vil siga, tiltøk fyri heilsustarvsfólkum, um at lata seg koppseta fyri beinkrím. Eisini at kunna almenningin um smittuverjandi tiltøk, um tekin eru um beinkrím. Mælt verður til, at øll heilsustarvsfólk, sum hava samband við sjúklingar, fáa tilboð um koppseting fyri beinkrím (tilmæli 4.4). Fleiri seingjarpláss eru neyðug á deildunum á Landssjúkrahúsinum og útgerð manglar, t.d. isolatiónsvognar, sum eru til hvørja isolatiónsstovu. Antibiotic Stewardship Programme og antibiotikaráðið er alneyð­ ugt til tess at tálma nýtsluna av antibiotika, men hetta arbeiðið verður nyttuleyst, um umstøðurnar hjá starvsfólki og sjúklingum ikki eru nøktandi. Tørvur er á fleiri eina­ stovum við vesi, fyri at forða fyri smittu millum sjúklingar og millum sjúkling og starvsfólk. 25 5. SKIPAN OG STýRING AV ANTIBIOTIKA- NýTSLUNI í HEILSUVERKINUM í fleiri londum hava sjúkrahús sett skipanir Antibiotikaráðið skal eygleiða støðuna við­ íverkatskipaogstýraantibiotikanýtsluna. víkjandi antibiotikanýtslu og antibiotika­ 5. Skipan og stýring av antibiotikanýtsluni í heilsuverkinum Tað vísir seg, at tílíkar skipanir hava við sær, mótstøðuføri í heilsuverkinum í Føroyum í fleiri londum hava sjúkrahús sett skipanir í verk at skipa og stýra antibiotikanýtsluna. Tað at nýtslan av breiðspektraðum antibiotika við grundarlagi í frágreiðingum og upplýs­ vísir seg, at tílíkar skipanir hava við sær, at nýtslan av breiðspektraðum antibiotika minkar, minkar, uttan at tað hevur avleiðingar fyri ingum frá heilsuverkinum og apoteksverk­ uttan at tað hevur avleiðingar fyri viðgerðina. viðgerðina. inum. Tørvur verður á ávísari serfrøði, fyri at kunna framleiða hesar frágreiðingar og Arbeiðsbólkurin metir, at tørvur er á eini skipan, sum kann veita ráðgeving og vegleiðing til Arbeiðsbólkurin metir, at tørvur er á eini upplýsingar. Hetta arbeiðið verður í fleiri politiska myndugleikan og til heilsumyndugleikan at stýra antibiotikanýtsluni og at eygleiða skipan, sum kann veita ráðgeving og veg­ londum skipað í eindum, eisini kallað antibiotikamótstøðuføri innan alt heilsuverkið í Føroyum. Antibiotic Stewardship Programme. Við grundarlagi í frágreiðingunum og upp­ lýsingunum, sum ráðið fær og í samsvari við Arbeiðsbólkurin mælir til, at eitt yvirskipað raáltðjóvðeartðilumræsleirttáaøtkienyugmle,isðkalsrtáøððiðunráaðvgeiðvvaíkjandi leiðing til politiska myndugleikan og til heilsumyndugleikan at stýra antibiotika­ nýtsluni og at eygleiða antibiotikamótstøðu­ 5.1 Skipan av einum antibiotikaráði føri innan alt heilsuverkið í Føroyum. antibiotikanýtslu og antibiotikamótstøðuføri í Føroyum. Harumframt skal ráðið eisini fylgja við, hvat rørir seg innanfyri økið uttanlands (tilmæli 5.1). 5.1 SKIPAN AV EINUM antibiotikamótstøðuføri. ANTIBIOTIKARáÐI politiska myndugleikan og heilsuverkið í Føroyum viðvíkjandi antibiotikanýtslu og Antibiotikaráðið skal eygleiða støðuna viðvíkjandi antibiotikanýtslu og Um møguligt skal antibiotikaráðið sam­ a í Føroyum við grundarlagi í frágreiðingum og ntibiotikamótstøðuføri í heilsuverkinum Arbeiðsbólkurin mælir til, at eitt yvir­ pplýsingum frá heilsuverkinum og apote skipað ráð verður sett at eygleiða støð­ unna framleiða hesar frágreiðingar og una viðvíkjandi antibiotikanýtslu og ipað í eindum, eisini kallað Antibiotic S antibiotikamótstøðuføri í Føroyum. Harumframt skal ráðið eisini fylgja við, ið grundarlagi í frágreiðingunum og upp hvat rørir seg innanfyri økið uttanlands lmælir á økinum, skal ráðið ráðgeva p (tilmæli 5.1). iðvíkjandi antibiotikanýtslu og antibiotik Um møguligt skal antibiotikaráðið samstarva við samsvarandi ráð í okkara grannalondum. Mynd 5.1 Mynd 5.1 starva við samsvarandi ráð í okkara granna­ u ksverkinum. Tørvur verður á ávísari serfrøði, fyri at londum. k upplýsingar. Hetta arbeiðið verður í fleiri londum sk tewardship Programme. Mælt verður til, at Antibiotikaráðið verður mannað við kommunulækna, infektións­ V lýsingunum, sum ráðið fær og í samsvari við altjóða medisinara/mikrobiologi, serlækna í skurð, ti olitiska myndugleikan og heilsuverkið í Føroyum vamótstøðuføri. serlækna í anæstesi, farmaseuti og smittu­ verjufrøðingi. Infektiónsmedisinara / mikrobiolog /Medisinskur serlækni kommunulækni Smittuverjufrøðingur Serlækni í skurð Serlækni í anæstesi 26 Leiðari av Antibiotika Stewardship Eind / farmaseutur 22 5.2 SKIPAN AV ANTIBIOTIC STEWARDSHIP PROGRAM Eindin skal í høvuðsheitum hava ábyrgdina av fylgjandi uppgávum: Fáa hagtøl úr skipanini hjá Apoteksverkinum Gera mánaðarlig yvirlit yvir antibiotika- nýtsluna í primera heilsugeiranum og á sjúkrahúsunum Gera mánaðarligar frágreiðingar og kunning um antibiotikanýtsluna og anti- biotikamótstøðuføri í sjúkrahúsverkinum Hvønn ársfjórðing gera frágreiðingar og kunning um antibiotikanýtsluna og antibiotikamótstøðuføri í primera heilsugeiranum Skipa fyri, at átøk verða sett í verk at náa ásettum málum At syrgja fyri, at antibiotikaráðið er kunnað við viðkomandi og dagførdari vitan um økið Virksemið hjá Antibiotic Stewardship Pro­ gram eindini eigur at verða skipað og stýrt av Antibiotikaráðnum. Grundarsteinurin í arbeiðinum hjá Anti­ biotic Stewardship Program eindini eru hagtøl og annað tilfar frá apoteksverkinum og sjúklingaskránni, umframt eygleiðingar á viðgerðarstøðum í heilsuverkinum. Antibiotikaráð Antibiotic Stewardship Programme verður nýtt á ymiskan hátt í teimum ymisku londunum, og verður mælt til, at vit í Føroyum skipa eina Antibiotic Stewardship Programme eind innan heilsuverkið, sum er tillagað føroysk viðurskifti (tilmæli 5.2). Antibiotic Stewardship Program er ein væl­ kend skipan, ið verður nýtt fyri at økja um góðskuna av antibiotika nýtsluni. Antibiotic Stewardship Program er eitt íverksetanar­ amboð til at tryggja betri sjúklingaviðgerð og færri mótstøðuførar bakteriur. Skipanin verður oftast stýrd av einum tvørfakligum bólki við læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, farmaceutum og mikrobiologum. Mynd 5.2 Antibiotika Stewardship Programme eind Primeri heilsugeirin Sjúkrahúsverk Føroya - Sjúkrahúsini Mynd 5.2 Mett verður at tørvur er á, at Antibiotic Stewardship Program eindin og Antibiotikaráðið hava 27 fundir umleið hálva hvørt ár, annars eftir tørvi. Eindin ger frágreiðingar og tilmælir til ráðið um antibiotikanýtslu og antibiotikamótstøðuføri. Ráðið tekur síðan støðu til, um møgulig tilmælir og/ella átøk skulu setast í verk. 28 Arbeiðsbólkurin er samdur um, at talan er um eina kliniska eind, tað vil siga, ikki eina fyrisitingarliga eind. Harafturat er talan um eina tvørfakliga eind við serfrøðingum innan sjúkrahúsverkið, primera heilsugeiran og apoteksverkið. Mynd 5.2 vísir, hvussu arbeiðsbólkurin mælir til, at arbeiðið við Antibiotic Steward­ ship Program verður skipað undir einum Antibiotikaráði og skal fevna um alt heilsu­ verkið. Mett verður at tørvur er á, at Antibiotic Stewardship Program eindin og Anti­ biotikaráðið hava fundir umleið hálva hvørt ár, annars eftir tørvi. Eindin ger frágreiðingar og tilmælir til ráðið um antibiotikanýtslu og antibiotika­ mótstøðuføri. Ráðið tekur síðan støðu til, um møgulig tilmælir og/ella átøk skulu setast í verk. Væntast kann, at ávísir serfrøðingar fara at ganga aftur í antibiotikaráðnum og Antibiotic Stewardship Programme eindini. Orsakað av, at vit hava avmarkaðan fakkunnleika í føroyska heilsuverkinum, er í onkrum førum neyðugt, at sami persónur gongur aftur í báðum støðum. 5.3 METTAR úTREíSLUR TIL íVERKSETAN AV ANTIBIOTIC STEWARDSHIP PROGRAM Góðsku­ og menningarstjórin á Hillerød Hospital er ein teirra, ið byrjaði Antibiotic Stewardship Program í Danmark. Lands­ sjúkrahúsið hevur í samskifti við áður nevnda góðsku­ og menningarstjóra gjørt eina meting av tørvinum í sambandi við, at Antibiotic Stewardship Program verður sett í verk í Føroyum samanborið við, hvussu arbeiðið er skipað í Danmark. Mett verður, at í sambandi við íverksetanina er tørvur á tveimum fulltíðarsettum farma­ seutum, ella einum farmaseuti og einum akademikara í menning og íverksetan. Væntast kann, at íverksetanartíðarskeiðið er umleið eitt ár. Mettar útreiðslur av hesum eru umleið 1.6 mió. kr. Til framhaldandi rakstur av Antibiotic Stewardship Program eindini verður mett, at tørvur er á einum farmaseut og einum farmakonomi at fáa hagtøl úr skipanini, viðgera hagtølini og hava eftirlit við anti­ biotikamótstøðuføri. árligu útreiðslurnar av hesum eru mettar at vera 1.6 mió. kr. Metingin er gjørd við grundarlagi í, at klinisk farmasi­tænasta verður veitt á øllum deildum. Eisini er útgangsstøðið, at Anti­ biotic Stewardship Program ikki hevur við sær fleiri uppgávur hjá smittuverjufrøðing­ inum og kunningarsjúkrarøktarfrøðingin um, sum frammanundan starvast við líkn­ andi uppgávum í sjúkrahúsverkinum. 6. úTBúNáUR, SERKUNNLEIKI OG RáÐGEVING INNAN DIAGNOSTIKK í HEILSUVERKINUM Tað føroyska heilsuverkið liggur landa­ frøðiliga langt burtur frá rannsóknarmið­ stovum, og fakligari serfrøði, bæði innanfyri læknavísindi og rannsóknarvísindi. Harumframt eru vit eitt lítið samfelag við avmarkaðari orku til viðkomandi serfrøði, hetta hevur við sær, at ein lutfalsliga stórur partur av sjúklingum verða sendur á sjúkra­ hús uttanlands til sjúkugreining og viðgerð. Avleiðingin av hesum er, at vit sannlíkt eru meira útsett fyri vandum av innfluttum mótstøðuførum bakterium samanborið við hini grannalondini. At hava nøktandi ráðgeving innan sjúkra­ húsverkið er ein týdningarmikil liður í arbeið­ inum at basa antibiotikamótstøðuførið í Føroyum. Hóast altjóða ávaringar frá WHO um avleiðingarnar av antibiotikamótstøðu­ føri, starvast í dag bert ein infektións­ medisinskur serlækni innan heilsuverkið í Føroyum, hesin er stað­ settur á Landssjúkrahúsinum. Tað er tí av­ markað orka til fakliga læknaliga ráðgeving í infektiónsmedisini, umframt at dagføra og fyrisita leiðreglur og mannagongdir til anti­ biotikaviðgerð. 6.1STØÐANíDAG í løtuni er ein infektiónsmedisinari í starvi í heilsuverkinum. Hetta merkir, at tað er ein avmarkaður partur av ársins gerandisdegi, at infektiónsmedisinskur førleiki er tøkur til viðgerð og ráðgeving í sjúkrahúsverkinum í Føroyum, orsakað av øllum uppgávunum, sum eru tengdar at yvirlæknastørvunum, sum til dømis fyrisiting, eftirútbúgving, skeiðsluttøka o.s.fr. Viðvíkandi læknaligari ráðgeving í klin­ iskari mikrobiologi, er eingin serlækni í kliniskari mikrobiologi í Føroyum, tað vil siga, tilboðið finst ikki í føroyska heilsu­ verkinum í dag. Infektiónsmedisinarar kunnu partvís fremja hesa ráðgeving, men tað letur seg bert gera, um í minsta lagi trý infektiónsmedisinsk størv verða sett í sjúkrahúsverkinum. Við trimum infektións­ medisinarum, hevði verið møguligt, at 50% av tí eina infektiónsmedisinska starvinum fevndi um kliniska mikrobiologi. Rannsóknarstovan á Landssjúkrahúsinum hevur eina mikrobiologiska eind, sum ger mikrobiologiskar greiningar bæði fyri føroysku sjúkrahúsini og primera heilsu­ geiran. 29 30 Tørvur á framhaldandi menning innan diagnostiska økið Seinastu 4­6 árini er ein stór menning farin fram innan diagnostikk á rannsóknar­ stovuni og á mikrobiologiska økinum. Nýggir nýmótans tøkniligir diagnostiskir kanningarhættir, serliga innanfyri mole­ kylerbiologi11 og MALDI­TOF12 ­tøkni eru settir í verk. Virksemi í mikrobiologiini á Landssjúkrahúsinum í dag: Klassisk dyrkan av sjúkuelvandi bakterum og teirra mótstøðuføri fyri antibiotika (útsáðan á agarplátur) Sjóneykukanning av sóttreinsaðum vætum, bakterium og krystallum (vát- og litað tilfar) Kanning av mótstøðuførum bakterium, bæði við klassiskari dyrkan og molekyler- biologiskum kanningarháttum (BD MAX) fyri MRSA, ESBL, VRE, og CPE Kanningar við blóðdyrkanartóli (BD BACTEC FX), sum kann staðfesta bakteriuvøkstur í blóðfløskum Kanning fyri álvarsligan lungnabruna við molekylerbiologiskum kanningarhátti (BD MAX), t.d. fyri Legionersjúku, nátasjúku, køldum lungnabruna (mycoplasma) og lungnabruna (clamydia pneumonia) Kanning við molekylerbiologiskum tóli (Alere i) fyri beinkrím A, beinkrím B og RSV virus Immunologisk kanning (antistof/ antigen-kanning í landi) fyri PUT LUT (Pneumokokk bakteriu og Legioner bakteriu) Kanningar við massaspektrometri (Bruker MALDI-TOF), sum kann eyðmerkja fleiri túsund ymiskar bakteriur upp á fáar minuttir Dentur verður lagdur á at fáa tøkni, sum ger tað møguligt at fáa skjót og røtt svar upp á kanningar, soleiðis at sjúkuorsøk kann staðfestast skjótast gjørligt. At bíða óneyðuga leingi eftir, at sjúklingur fær stað­ fest sjúkuorsøkina, kann fáa avleiðingar fyri viðgerðina og útlitini fyri viðgerðarúrslitið. í mun til staðfesting av sjúkuorsøk, útlitum fyri viðgerðini, handfaring av útbrotum, av­ byrging v.m. er avgerandi fyri at fáa skjótt og neyvt svar upp á kanningar. Mikrobiologiska økið á Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum hevur í nógv ár havt dugnaligar bioanalytikarar, sum framhald­ andi nema sær førleikar innan mikrobiologi. Eitt generatiónsskifti er í gongd nú, har nýggir bioanalytikarar skulu lærast upp, og tað tekur fleiri ár at koma á eitt høgt fakligt støði. Mikrobiologiska økið á Rannsóknarstovuni tørvar lokalan førleika á hægri støði í mun til at tulka og planleggja, umframt at hava tøkniliga­, mikrobiologiska­ og strategiska ábyrgd. Ein stigvísur vøkstur í nøgd av kann­ ingum, saman við øktum torleika ger, at tørvur er bæði á lokalum mikrobiologiskum­ og molekylerbiologiskum førleika á hægri støði, umframt uppraðfesting av mikro­ biologiskum bioanalytikarum. í løtuni er eingin mikrobiologur settur í før­ oyska heilsuverkinum. Eitt 20% molekyler­ biologiskt verkætlanarstarv hevur verið í uml. 2 ár á Landssjúkrahúsinum. Av tí, at vit senda lutfalsliga nógvar sjúk­ lingar uttanlands til sjúkugreining og við­ gerð á sjúkrahúsum, har trupulleikar eru við mótstøðuførum bakterium, hava vit stóran tørv á viðkomandi tøkni og førleikum, at fremja sjúkugreining. Hetta fyri at finna teir sjúklingar, sum eru sjúkir ella koma heim­ aftur við vandamiklum mótstøðuførum bakterium, tá teir koma aftur til føroyska heilsuverkið aftan á viðgerð og sjúku­ greining uttanlands. . 11  Læran um molekylær biologi, sum er tann allarminsti byggisteinurin í biologiini, m.a. protein og kolvetni. . 12  MALDI-TOF ein kanningarháttur Flestu føroysku sjúklingarnir, sum verða sendir til sjúkugreining og viðgerð uttan­ lands, verða sendir til Region Hovedstaden, sum seinastu árini hevur havt størst trupul­ leikar av mótstøðuførum bakterium í Norðurlondum. Har hevur verið serliga stórt útbrot við VRE, sum rakti okkum í Føroyum meint í 2015, sum vit síðani hava haft stórar trupulleikar av. Nú í 2017­2018 er eitt nýtt útbrot í Keypmannahavn við einum frábrigdi av VRE bakteriuni, sum verður nevnt VVE (vancomycin variable Enterococcus faecium). Molekylerbiologiskir kanningarhættir kunnu skjótt eyðmerkja smittuketur, tá útbrot av sjúkum skal handfarast nú og í framtíðini. Hesir kanningarhættir eru eisini týdningarmiklir, tá talan er um at kanna fyri fjølmótstøðuførar bakteriur, tá sjúklingar koma aftur aftan á kanning og/ella viðgerð á viðgerðarstøðum uttanlands. Samstarv við Statens Serum Institut Fólkagrundarlagið í Føroyum, umframt vantandi serkunnleika innan heilsuverkið, hevur við sær, at føroyska heilsuverkið hevur tørv á at samstarva við størri kanningar­ stovur uttanlands. Rannsóknarstovan, mikrobiologiska økið og smittuverjan í sjúkrahúsverkinum sam­ starva við Statens Serum Institut (SSI) í Keypmannahavn. Serligar kanningar, bæði innanfyri klassiska dyrkan, staðfestandi kanningar, svampakanningar, serlogiskar/ andevniskanningar og molekylærbiolog­ iskar kanningar13 verða enn gjørdar á Statens Serum Institut í Keypmannahavn. Fyrimunurin við at senda kanningar til Statens Serum Institut er høga góðskan, og at Statens Serum Institut hevur orku til at gera torgreiddar kanningar. Vansin er tó langa bíðitíðin at fáa svar upp á kanningar­ nar. Sum dømi kann nevnast, at molekyler­ biologiskar kanningarnar, sum donsk sjúkrahús fá svar upp á innanfyri 24 tímar, kunnu taka upp í 5­7 dagar hjá Rann­ sóknarstovuni at fáa svar uppá. Langa bíðitíðin kemst av, at tilfar skal flytast til Danmarkar við posti (postur verður ikki sendur í vikuskiftinum), og at Statens Serum Institut ikki ger kanningararbeiði í vikuskiftunum. Harumframt er talan um kostnaðarmiklar kanningar umframt flutn­ ingsútreiðslur til kanningar á SSI. Hóast longu bíðitíðina er tó eingin ivi um, at vit mugu fasthalda tætta fakliga samstarvið og samstarv um greiningar v.m. við Statens Serum Institut, eisini frameftir. Tað er umráðandi, at vit hava atgongd til aðrar neyðugar og eisini torgreiddar greiningar og til meira torgreidda tulkan og ráðgeving á hægri støði, sum serfrøðingar á Statens Serum Institut kunnu hjálpa okkum við. Statens Serum Institut hevur serfrøðingar innanfyri øll mikrobiologisk­, infektións­ medisinsk­ og smittuverjuserøkir. Vit mugu eisini frameftir vera partur av eftirlitinum við serliga vandamiklum ella óvanligum sjúkuelvandi smáverum. Eftirlitið fyri Dan­ mark, Føroyar og Grønland er miðsavnað á Statens Serum Institut. Støðan í primera heilsugeiranum (hjá kommunulæknum) Kommunulæknar eru fyrstir at møta borg­ arum, tá hesir kenna seg sjúkar. Læknin metir um støðuna út frá tí, ið sjúklingurin greiðir frá. Síðani ger læknin kanningar og setir sjúklingin í viðgerð, um mett verður, at tað er neyðugt. Hjá kommunulæknanum er avbjóðingin, tá tað snýr seg um ígerðir, at upp á stutta tíð (10­15 min.) skal kommunu­ læknin: Staðfesta,ateinginlívhættisligstøðaer Staðfesta fokus Staðfesta møguligt virkisevni Metaumgongdina Tilmæla átøk 13 Molekylerbiologi (DNA/PCR-kanning) DNA-kanning, sum eyðmerkir bakteriuna (PCR (Polymerase Chain Reaction) er ein ílegu kanningarteknikkur) 31 32 Størsti parturin av okkara sjúklingum eru ikki álvarsama sjúkir og verða frískir innan fyri stutta tíð uttan viðgerð. Harafturímóti eru fleiri sjúklingar stúrnir um sína støðu og vænta, at onkur viðgerð er, sum kann gera tey skjótt frísk. Ofta hava sjúklingar kravt at fáa antibiotika útskrivað. Sum áður nevnt, so hevur fokus ikki verið á yvirforbrúki av antibiotika og hjáárini sum antibiotikamótstøðuføri. Tí hava læknar út­ skrivað antibiotika, uttan at hava tikið atlit til hjáárin og mótstøðuføri. Eisini hevur tað víst seg, at um lækni fyriskrivar og setir sjúklingin í antibiotikaviðgerð, kann við­ talan avgreiðast skjótt, og sjúklingurin ferð nøgdur avstað. Slík viðurskifti skapa trýst mótvegis viðgerð við antibiotika, og sjúk­ lingurin fær eina skeiva mynd av veruleik­ anum. Tær klinisku vegleiðingarnar, sum eru gjørdar seinastu árini, hava haft hesi viður­ skiftini í huga við teimum fortreytum, at ovurnýtsla av antibiotika fer fram í primera heilsugeiranum. Føroyskir kommunu­ læknar hava ikki vegleiðingar, sum eru gjørdar til føroysk viðurskifti. Tann fakligi stovnurin, sum stendur okkum nærmast, er Dansk Selskab for Almen Medicn (DSAM), sum ger kliniskar vegleiðingar til alment praktiserandi læknar í Danmark. DSAM hevur givið eina vegleiðing um ígerðir í andaleiðini, sum fevnir sera væl um hetta økið og sum er sett í verk millum kommunulæknar í Føroyum. Hetta er ser­ liga tí, at eitt audit14 um ígerðir í andaleiðini bleiv gjørd nýliga við hesari vegleiðing sum grundarlagi. Hetta var stutt eftir, at vegleið­ ingin varð givin út. Fleiri yvirlitsgreinar eru skrivaðar um at handfara ígerðir. Mest tøkt hjá føroyskum kommunulæknum er Manedskrift for Almen Praksis og Rationel Farmakoterapi. Hesi tíðarrit viðgera ofta kliniskar trupulleikar innanfyri ígerðarsjúkur, oftast við tí grundleggjandi endamáli at fáa skyn­ samari antibiotikanýtslu. Hesi hava uttan iva stóra ávirkan á kliniska arbeiðið hjá kommunulæknum í Føroyum. 6.2 AVBJóÐINGAR FYRI HEILSUVERKí í MUN TIL TØKNI OG SERKUNNLEIKA Talið økist av sjúklingum, sum eru raktir av fleiri sjúkum samstundis. Tað vil siga, sjúklingar við álvarsomum ígerðarsjúkum ella ígerðareftirsjúkum umframt uppruna­ sjúkum. Sjúklingar við sjálvórinssjúkum, gikta­ sjúkum, húðsjúkum, krabbameini og vevnaðarsjúkum, hava niðursetta órins­ verju, og eru tí í størri vanda fyri smittu av mótstøðuførum bakterium. Trupulleikar kunnu stinga seg upp í sambandi við við­ gerð av sjúklingum, sum eru í serliga stórum vanda fyri at fáa lívshóttandi ígerðir afturat teirra upprunasjúku. Talan er í høvuðs­ heitum um: sjúklingar, sum eru í viðgerð fyri krabbamein sjúklingar, sum eru í viðgerð við biologiskumheilivági sjúklingar,sumeruíviðgerðfyriathalda órini niðri sjúklingar,sumhavafingiðvevnað Harumframt hevur ein hægri miðalaldur á sjúklingum víst seg at hava við sær, at tað eru fleiri sjúklingar við blóðeitran (sepsis). Hetta setur økt krøv til heilsuverkið um torgreiddan mikrobiologiskan diagnostikk, so røtt viðgerð kann setast í verk skjótast gjørligt. Tí, sum áður nevnt, kann tað hava stóran týdning í mun til útlitini fyri við­ gerðina og heilsubót hjá tí einstaka sjúk­ linginum. Avleiðingin av longu svartíðunum á týdningarmiklar sjúkustaðfestandi rann­ sóknarkanningar uttanlands, er í summum førum, at læknar í føroyska heilsuverkinum meta tað verða neyðugt, at seta sjúklingar í viðgerð beinanvegin. Tá svar kemur upp á royndirnar, er úrslitið ikki longur viðkom­ andi fyri viðgerðina. 14 Audit ein vísindaligur kanningarháttur Hetta hevur við sær, at tað verða tiknar ov fáar týdningarmiklar sjúkustaðfestandi mikrobiologiskar royndir, sum annars høvdu verið framdar við skjótari svartíðum. Jú fleiri greiningar verða settar í verk í Føroyum, jú skjótari svartíðir fáa vit, og sannlíkt verða fleiri viðkomandi royndir tiknar av sjúklingum, tá illgruni er um lívshóttandi ígerð. Tað kann hava stóran týdning fyri sjúklingin, at røttu kanningarnar verða tiknar og greinaðar skjótast gjørligt. Vantandi førleikar á hægri støði innan sjúkrahúsverkið Sjúkrahúsverkið vantar førleikar á hægri støði innan infektións­, mikrobiologiska­ og molekylerbiologiskavísind. Infektiónsmedisinskir serlæknar eru sam­ skiparar innan diagnostikk, viðgerð, handfaring av umfarssjúkum, antibiotika­ ráðgeving í sambandi við smittusjúkur, lívs­ hóttandi hættisligar smittusjúkur, mikro­ biologiskan diagnostikk og handfaring av fjølmótstøðuførum bakterium. í dag starv­ ast ein infektiónsmedisinari innan sjúkra­ húsverkið. Tað føroyska sjúkrahúsverkið hevur tørv á minst trimum infektiónsmedisinskum ser­ læknum, skal infektiónsmedisinski førleikin vera tøkur í dagtímunum allar gerandisdagar í árinum. Við fýra infektionsmedisinskum serlæknum í sjúkrahúsverkinum hevði verið møguligt við eini vaktarskipan. Tað vil siga, førleikin hevði verið tøkur í sjúkrahúsverk­ inum alt samdøgrið allar dagar í árinum. Sum kunnugt er trupult at fáa serlæknar í starv í føroyska sjúkrahúsverkinum. Tó eru útlit fyri, at innanfyri tey næstu 6­10 árini eru tveir føroyskir infektiónsmedisinarar, sum hava møguleika fyri at starvast í før­ oyska sjúkrahúsverkinum, treytað av, at økið verður raðfest og umstøðurnar eru til tað. Økið innan mikrobiologi, mótstøðuførar bakteriur, viðgerð, antibiotikaval, kom­ andi nýggjar ókendar smittandi sjúkur, nýggjar gamlar afturvendandi sjúkur og fjølmótstøðuførar bakteriur er sera tor­ greitt. Hetta ger, at tørvurin á infektións­ medisinskum førleika í Føroyum er sera stórur. Neyðugt er við munadyggum diagnostikki, viðgerð og fyribyrging av smittandi sjúkum í Føroyum. Mett verður, at tørvur er á 3­4 infektións­ medisinskum serlæknum, sum eru knýttir at eini seingjadeild við stovum, sum kunnu avbyrgjast, hetta verður møguligt í nýggja bygninginum á Lands­ sjúkrahúsinum, sum eftir ætlan verður liðugur í 2021. Við trimum infektiónsmedisinarum er tænastan tøk allar gerandisdagar í ár­ inum. Við 4 infektiónsmedisinarum er møguligt at hava eina vaktarskipan innan økið. Tað vil siga, at tænastan er tøk alt samdøgrið alt árið (tilmæli 6.1 og 6.2). Mett verður, at tørvur er á hálvum mikrobiologiskum starvi á hægri støði í mikrobiologiini í sjúkrahúsverkinum (tilmæli 6.3). Er ikki møguligt at seta ein mikrobiolog í starv, kann hetta starvið røkjast av einum infektiónsmedisinara, treytað av, at tað eru í minsta lagi tríggir infektiónsmedisinarar settir í sjúkrahús­ verkinum. í løtuni er eingin mikrobiologur í starvi í sjúkrahúsverkinum. Ein mikrobiologur starvast í Føroyum í egnari mikrobiologiskari starvsstovu, sum ger heilsufrøðiligar kann­ ingar. Harafturat verður mett, at tørvur er á at seta eitt hálvt molekylerbiologiskt starv í mikrobiologiini i sjúkrahúsverkinum (tilmæli 6.4). Hetta starvið er væl egnað at sameina við einum hálvum starvi á til dømis Fróðskaparsetrið Føroya, Heilsufrøðiligu starvsstovuni ella á Granskingarsetrinum Inova. 33 á Landssjúkrahúsinum er í løtuni settur ein molekylerbiologur í eitt verkætlanarstarv svarandi til 20%. Sjúkrahúsverkið metir, at útlit eru fyri at fáa molekylerbiologar í starv í Føroyum. Tól og tøkni BD max tól Við til dømis BD max tólum15 er møguligt innan fáar dagar at rætta forritini til at eyðmerkja nýggjar vandamiklar sjúkur ella nýggjar mótstøðuførar bakteriur, sum gera um seg altjóða, og eru á veg til Føroyar. PCR tól Ein vælvirkandi mikrobiologisk rannsókna­ stova við skikkaðum serkunnleika og við­ komandi og dagførdari tøkni og tólum, svarar til eitt vælvirkandi sløkkilið, klárt at setast í verk, tá smittsjúkuhóttandi al­ heimsfarsótt av virus ella mótstøðuførum bakterium gera um seg. Førleikin at stað­ festa sjúkuorsøk er avgerandi, tá útbrot skulu steðgast við avbyrging og viðgerð, tá álvarsligar sjúkur gera um seg so sum alheimsfarsóttir. Ein rannsóknarstova við nýmótans og dag­ førdari molekylerbiologiskari tøkni um­ framt serkunnleika á hægri støði innan kliniska mikrobiologi og molekylerbiologi og nøktandi tal av skikkaðum mikro­ biologiskum bioanalytikarum, kann setast í gongd sera skjótt, tá tørvur gerst á tí. Tøvur á dagføring av tólum og nýggjum tólum Av samlaðu nýtsluni av antibiotika, verður størsti parturin ávístur í primera heilsugeir­ anum. Umráðandi er, at kaningar/greiningar, sum kunnu gerast á staðnum, verða gjørdar í primera heilsugeiranum. Eitt yvirlit yvir tilfar, sum allar kommunulæknaviðtalur í landinum eiga at hava, er í fylgiskjali 4. Tær greiningar, sum ikki verða framdar í kommunulæknaviðtalunum, verða framdar á Rannsóknarstovuni. Til hesar kanningar er tørvur á skjótum svari og harvið eisini skjótum flutningi av royndunum. Somu tól skulu brúkast til sjúkugreining, tá kend ella ókend virus skulu staðfestast í framtíðini. Dømir kunnu vera SARS, fuglakrím, krím, ME­SARS, Ebola, Lassa o.s.fr. MALDI-TOF tøkni Patogensekventeran Hetta er treytað av, at í minsta lagi eitt hálvt molekylerbiologiskt starv verður sett í sjúkrahúsverkinum, umframt íløgu í eitt sekventeringstól. Ein annar møguleiki er samstarv við Inova, sum hevur fakligan førleika og tól. Hetta skal tó kannast nærri, um tað er møguligt, í løtuni ger Inova ikki kanningar við smáverum. Tørvur er á nýggjum sjálvvirkandi PCR tólum (ískoyti til núverandi BD max pall), sum kunnu gera mikrobiologiskar kanningar fyri lívshóttandi sjúkuelvandi smáverur, serliga við andaleiðsígerð, neuroígerð og eyðmerking av mótstøðu­ førum bakterium, sum gera um seg, til dømis MRSA, VRE, ESBL, CPE og aðrar hóttanir, sum koma í framtíðini (tilmæli 6.6). 34 Tørvur er á framhaldandi at dagføra tól og tøkni, umframt at gera íløgur í nýggj tól og tøkni bæði innan sjúkrahúsverkið og primera heilsugeiran (tilmæli 6.5). 15 BD max tól til royndartøkusett (sett evt. við potipinni) Verandi MALDI­TOF tøkni skal fram­ haldandi dagførast, so hvørt tøknin mennist (tilmæli 6.5). Patogensekventeran eigur at vera møgulig at fremja í sjúkrahúsverkinum í Føroyum (DNA sekventering av ókendum smáverum) (tilmæli 6.7). Patogensekventeran er viðkomandi í sam­ bandi við handfaring av sjúkuútbrotum, og tá serligar torgreiddar sjúkuelvandi smá­ verur skulu staðfestast. Skjótari svartíðir í sambandi við sjúkuavgerð í tílíkum førum verður ofta yvirviðgjørt við antibiotika, hóast støðan hjá sjúklinginum ikki batnar av viðgerðini. Sum er, tekur tað meira enn eina viku hjá kommunulæknanum, at fáa svar upp á hesar kanningar. Tí kunnu kanningarnar bert brúkast til at staðfesta eitt møguligt útbrot av sjáldsomum bakterium, og ikki at staðfesta sjúkuorsøk hjá einstaka sjúklinginum. Primeri heilsugeirin hevur eisini tørv á møgu­ leikanum at staðfesta útbrot av beinkrími ella RSV virus at fyribyrgja, at ov nógvir sjúklingar verða sett í royndarviðgerð, orsakað av illgruna um bakteriellan bruna. Harafturat hevur primeri heilsugeirin tørv á mikrobiologiskari ráðgeving í teimum førum, mótstøðuførar bakteriur eru stað­ festar. Mótstøðuførar bakteriur verða javnan staðfestar í primera heilsugeiranum, tá er umráðandi at viðkomandi mikrobiologisk ráðgeving er tøk, at vegleiða og kunna um møguligar viðgerðir, smittufyribyrging, eftirlit og uppfylging. Landslæknaembætið hevur nakrar av hesum uppgávum, men tørvur er eisini á mikrobiologiskari­/ infektiónsmedisinskariráðgeving. 6.3 AVBJóÐINGAR FYRI FØROYSKA HEILSUVERKí í MUN TIL RáÐGEVING Ein avbjóðingin er at fáa øll føroysk heilsu­ starvsfólk at brúka somu mannagongd (reglugerð) í sínum arbeiði, sum javnan verður dagført. Hetta fyri at byrgja uppfyri, at læknar brúka ymiskar mannagongdir (reglugerðir). Við læknatrotinum, sum er í Føroyum, har nógvir vikarar (avloysarar) arbeiða skiftivís, bæði á sjúkrahúsum og í primera heilsugeiranum, er sera týdningar­ mikið, at avloysarar, sum arbeiða í Føroyum, brúka tær arbeiðamannagongdir, sum eru í Føroyum. Serliga er tað innanfyri ígerðarviðgerð, at avloysarar eiga at brúka føroysku mannagongdirnar og ikki tær mannagongdir, sum tey brúka í teirra fasta starvi, haðani tey koma frá. Uppraðfesting av arbeiðsorkuni í mikro­ biologiini í sjúkrahúsverkinum, soleiðis at eindin veitir tænastur alt samdøgrið, harvið verða tólini brúkt mest møguligt alt árið (tilmæli 6.8). Tørvur er á skjótari og tryggari flutnings­ skipan til royndartilfarið, ið sent verður frá Klaksvíkar sjukrahúsi, Suðuroyar sjúkrahúsi og primera heilsugeiranum til mikrobiologiina á Landssjúkrahúsinum (tilmæli 6.9). Tænastur, sum primeri heilsugeirin tørvar Primeri heilsugeirin tørvar skjóta mikro­ biologiska tænastu til landdyrkan í sambandi við illgruna um bløðrubruna. Svar skal helst vera tøkt dagin eftir, um dyrkanin er positiv. Svar viðvíkjandi antibiotikamótstøðuføri skal helst vera tøkt innan tveir dagar. Hetta krevur skjótan flutning av roydartilfari. Nógv antibiotika verður brúkt til bløðru­ bruna. Sjúkueyðkennini fyri bløðrubruna eru tey somu, sum til aðrar týdningarleysar støður í bløðruni, sum ikki koma av bak­ terium. Landstix­kanningin hjá kommunu­ læknanum, staðfestur um talan er um bak­ teriellan bløðrubruna, men er ikki nóg nágreinilig. Besta kanningin er landdyrkan, sum eisini staðfestur, hvør bakteria talan er um, og harvið hvør viðgerð er best. Eisini er stórur tørvur á skjótari PCR sjúku­ avgerð til torgreiddar andaleiðsbrunar. Hosti er eitt sjúkutekin, sum ofta kemur fyri í primera heilsugeiranum. Nógv antibiotika verður nýtt í sambandi við hosta, tí sjúk­ lingurin ofta hostar í longri tíðarskeið, og hevur ampa av hostanum. 35 36 Smittandi ígerðsjúkur skulu viðgerast sam­ bært lokalum viðgerðarvegleiðingum. Viðurskiftir, sum ávirka, hvussu man skal viðgera lokalt, eru m.a.: Lokal mikrobiologi (hvørjar bakteriur og virus eru í samfelagnum) Mótstøðuføri (hvussu mótstøðuførar eru tær lokalu bakteriurnar) Eru nógvar ella fáar fjølmótstøðuførar bakteriur í samfelagnum Hvørjar ígerðarsjúkur gera um seg lokalt Eru lokalar umfarssjúkur Eru talan um djóra-insektbornar sjúkur Skal hædd takast fyri serligum vanda- táttum Eru serlig íleguviðurskifti at taka hædd fyri í sambandi við ígerðir og antibiotika- tilbúningum (CTD er dømi í Føroyum) Hvørjir antibiotikatilbúningar eru tøkir Munurin, sum er millum Føroyar og londini rundanum okkum eins og í einum alheims høpi, ger, at tað slepst ikki undan at hava serligar føroyskar mannagongdir fyri, hvussu vit skulu handfara eftirlit, diagnostikk, viðgerð og smittuverju í Føroyum. Tað krevur vitan, hagtøl og ser­ kunnleika á staðnum at gera rættar og við­ komandi mannagongdir fyri antibiotikavið­ gerðir í Føroyum. Sjúklingar við ígerðum kunnu ikki saman­ berast við aðrar sjúklingar, sum til dømis sjúklingar við hjartasjúkum, giktasjúkum, krabbameini ella aðrar ikki­smittandi sjúkur. Sum dømi kann nevnast, at ein japanskur sjúklingur, við krabbameini, hjartasjúku ella giktasjúku, kann viðgerast á sama hátt (tað vil siga, við sama heilivági og somu viðgerðarvegleiðing), sum ein føroyskur sjúklingur við somu sjúku. Men ein japanskur sjúklingur við til dømis meningitis ella blóðeitran (ella aðrari sjúku, ið stendst av bakteriu) kann í útgangsstøði ikki viðgerast á sama hátt, sum ein tilsvar­ andi føroyskur sjúklingur. Orsøkin til tað er, at bakteriurnar helst eru ymiskar í Føroyum og í Japan. Mótstøðuføri og koppingarætlanir eru ymiskar. Djór og smákykt, sum kunnu smitta menniskjur, eru ymisk í Føroyum og Japan (t.d. Japanskur encephalitis frá mýggjabitum). Hinvegin kunnu sjúklingar í Føroyum fáa nátasjúku, nakað, sum ikki kemur fyri í Japan. Av tí, at bakteriur og mótstøðuføri eru ymisk í ymiskum londum/økjum, er neyðugt at vit í Føroyum hava okkara egnu manna­ gongdir fyri sjúkustaðfesting og viðgerð. Mannagongdir, sum taka atlit til føroysk viðurskifti. Mælt verður til, at vit í Føroyum hava egnar vegleiðingar um antibiotika­ viðgerð í heilsuverkinum (tilmæli 6.10). Allar vegleiðingar skulu miðsavnast á sama stað og verða tøkar hjá øllum viðkomandi pørtum. Til dømis kunnu vegleiðingarnar liggja í PLI­skránni ella á eini viðkomandi heimasíðu, sum allir viðkomandi partar hava lætta atgongd til. Vegleiðingarnar skulu dagførast og endur­ skoðast regluliga, umleið hálva hvørt ár. Hetta skal gerast í einum samstarvi millum Antibiotikaráðið og Antibiotika Steward­ ship­eindina, sí eisini kapittul 5. Økið er torgreitt, tí setur tað stór krøv til infektiónsmedisinska førleikan í Føroyum at kunna veita hesa tænastu á nøktandi støði. Hetta er eisini grundarlagið undir til­ mælinum (tilmæli 6.1 og 6.2) um, at talið av infektiónsmedisinarum eigur at økjast til 3­4 serlæknar í infektiónsmedisin í Føroyum. Endamálið er at menna heilsuverkið til at kunna veita eina trygga føroyska tænastu í infektiónsmedisini við ráðgeving, sjúku­ staðfesting og viðgerð av infektiónssjúk­ lingum í Føroyum. Verða stig tikin til at økja um talið av serlæknum í infektiónsmedisini, verður somuleiðis mælt til, at ein infektións­ medisinsk seingardeild verður stovnsett. Seingjardeildin kundi til dømis verið staðsett undir Medisinska deplinum, har tað kann gerast møguligt at hýsa umleið 6­8 infektiónsmedisinskum seingjum eftir tørvi. Harav verða 2 nýggjar há­ isolatiónsstovur í nýggja bygninginum á Landssjúkrahúsinum, sum væntandi verður tikin í nýtslu í 2021 (tilmæli 6.11). Ein serdeild innan infektiónsmedisin fer at lyfta fakliga støðið, bæði hjá læknum og røktarstarvsfólkum, viðvíkjandi handfaring av álvarsligum smittandi sjúkum, lívshótt­ andi smittandi sjúkum og fjølmótstøðufør­ um bakterium frameftir. Við hesum gerst møguligt at viðgera álvars­ ligar sjúkar sjúklingar á høgum støði við betri viðgerðarútlitum, enn vit kunnu bjóða í dag. Ein tílík deild skal hava minst 2­3 ser­ læknar í infektiónsmedisin. Markið fyri infektiónssjúkur flytur seg alla tíðina, tí nýggjar bakteriur stinga seg upp við nýggjum bakteriu­ og virussjúkum og álvarsligum farsóttum, sum koma nærum á hvørjum ári. Tað koma ikki nýggjar ókendar hjartasjúkur ella krabbameinssjúkur hvørt ár. Hetta setur sera stór krøv til dagføring av bæði starvsfólkum og mannagongdum. 37 38 7. UPPLýSINGARFRAMTØK Gongdin við vaksandi antibiotikamót­ støðuføri hevur við sær, at tørvur er á at styrkja smittuverjuna í øllum samfelagnum. Upplýsingarframtøk um antibiotikanýtslu, antibiotikamótstøðuføri, møguleikar fyri koppseting ímóti smittandi sjúkum og rein­ føri, hava við sær, at bæði heilsustarvsfólk og borgarar gerast tilvitað um vandan við ovurnýtslu av antibiotika. Tað vil siga, við upplýsingarframtøkum til heilsustarvsfólk innan øll øki, til dømis heilsuverkið, skúla­ verkið, dagstovnar, eldraøkið og fleiri. Um­ framt upplýsingarframtøk mótvegis borg­ arum sum heild. Seinastu árini hevur vitanin um avleið­ ingarnar av ovurnýtsluni av antibiotika verið nógv frammi, serliga millum heilsufakfólk. 7.1 KUNNING MóTVEGIS BORGAR- UNUM UM TýDNINGIN AV AT TáLMA ANTIBIOTIKANýTSLUNA Upplýsing og kunning til borgaran um skynsama antibiotikanýtslu og avleiðingar av antibiotikamótstøðuføri kann verða við til at minka um eftirspurningin eftir anti­ biotika millum borgarar og harvið minka trýstið frá borgarum á kommunulæknar um at ávísa antibiotika. Norska Folkehelse­ instituttet metir, at kunningarátøk um anti­ biotikanýtslu og antibiotikamótstøðuføri, kunnu verða við til at minka antibiotika­ nýtsluna við 4%­6%. Koppseting ímóti smittandi sjúkum er eisini við til at minka nýtsluna av antibiotika. Heilsuverkið veitir tilboð um ókeypis kopp­ seting ímóti ávísum smittandi sjúkum til borgarar. Til dømis tilboðið um koppseting av børnum ímóti ávísum barnasjúkum og koppseting ímóti beinkrími til borgarar, eldri enn 67 ár og fyritíðarpensjónistar. Reinføri er ein týðandi partur av arbeiðinum at minka um smittu og harvið antibiotika­ nýtsluna. Arbeitt verður við at kunna um týdningin av reinføri, og tiltøk verða gjørd at betra um reinføri á øllum almennu stovn­ um. í størsta mun er kunningin og tiltøkini við­ víkjandi reinføri gjørd til starvsfólk heldur enn brúkarar og/ella borgarar. Tørvurin á hugburðsbroyting mótvegis nýtslu av antibiotika er stórur. Tað hevur alstóran týdning, at borgarin verður kunn­ aður um skynsama antibiotikanýtslu og um tilboðini, sum eru um koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum. Kunningin mótvegis borgarunum um anti­ biotika, antibiotikanýtslu og antibiotikamót­ støðuføri, er á donskum. Kommunulæknar kunnu velja at fáa danskt tilfar, plakatir og smárit at leggja fram í viðtaluhølunum, sum kunning til borgararnar. 7.2 TØRVUR á KUNNING TIL BORGARAR UM VANDAN AV MóTSTØÐUFØRI Tørvur er á, at upplýsandi tilfar verður fram­ leitt á føroyskum um antibiotikanýtslu, anti­ biotikamótstøðuføri, týdningin av kopp­ seting ímóti smittandi sjúkum og reinføri. Kunnandi tilfar til borgarar á føroyskum og til føroysk viðurskifti eigur skjótast gjørligt at fáast til vega, og orka má leggjast í hetta arbeiðið. Tilfar til borgarar eigur at vera lætt lesiligt, tá kunnað verður um antibiotika; nær tørvur er á antibiotika, og nær sjúklingurin sjálvur kann basa sjúkuni. Tað vil siga, í høvuðsheitum er spurningurin um, nær talan er um virus ella bakteriur. Tað er sera umráðandi at fáa boðskapin fram um týdningin av, at antibiotika verður brúkt skynsamt, og um avleiðingarnar av óskynsamari antibiotikanýtslu. í sambandi við umfarssjúkur, er reinføri ein sera týdningarmikil og einfaldur háttur at fyribyrgja smittu. Týdningarmikið er, at børn og vaksin vaska sær væl um hendur­ nar, áðrenn farið verður at eta, og um nomið verður við eygu, nøs og munn. Upplýsingarframtøk kunnu lættliga gerast til brúkarar/búfólk og avvarðandi á barna­ gørðum, skúlum, ellisheimum og øðrum stovnum, har nógv fólk savnast. 7.3 AVBJóÐINGAR FYRI FØROYSKA SJúKRAHúSVERKí Sum nevnt so er avbjóðing, at tað finst onki kunningartilfar um antibiotika og anti­ biotikamótstøðuføri á føroyskum. Sjón­ eykan hevur ikki verið sett á trupulleikan við antibiotikamótstøðuføri í Føroyum á sama mun, sum í hinum Norðanlondunum. Hagtøl vísa, at 90% av antibiotikanýtsluni verður útskrivað hjá kommunulæknunum (í primera heilsugeiranum). Kanningar uttanlands vísa, at kommunulæknar ofta kenna seg kroystar av borgarum, sum vilja hava antibiotika, hóast læknarnir vita, at talan ikki eru um bakteriur, men um virus, har antibiotika ikki ger mun. Tað kann ofta vera trupult hjá læknanum at fáa fólk at góðtaka, at tørvur ikki er á viðgerð við antibiotika. Tað er tí av alstórum týdningi, at kunningartiltøk verða sett í verk, soleiðis at borgarar gerast meira tilvitaðir um trupul­ leikan við antibiotikamótstøðuføri og harvið minka um eftirspurnigin eftir antibiotika. í Danmark og hinum Norðurlondunum eru myndugleikar, sum hava ábyrgdina av at gera kunningartilfar til borgararnar. ábyrgdin at gera kunningartilfar í Føroyum eigur at vera hjá viðkomandi serkunnleika. Tað vil siga, serkunnleikin innan infektiónsmedisin, smittuverjufrøði og farmaci. Arbeiðs­ bólkurin hevur mælt til, at ein antibiotika stewardship eind verður sett á stovn. Hendan eindin hevur allar nevndu førleikar, og er arbeiðsbólkurin samdur um, at ábyrgdin fyri at gera kunningartilfar liggur best hjá hesi eindini. Talan er um kunningartilfar, sum skal framleiðast á føroyskum, umframt tilfar, sum skal umsetast (í høvuðsheitum úr donskum) og tillagast til føroysk viðurskiftir. Antibiotika stewardship eindin skal skipa fyri, at tilfar verður framleitt á føroyskum. Eisini, at tað tilfar, sum biðið verður um frá okkara grannalondum, verður umsett, til­ lagað føroysk viðurskifti og býtt út til við­ taluhølir o.l. í Føroyum. 7.4 UPPSKOT UM UPPLýSINGARFRAMTØK Arbeiðsbólkurin er samdur um, at kunn­ ingartilfar skal framleiðast á føroyskum. Men mett verður eisini, at nógv gott og viðkomandi tilfar finnist á millum annað donskum og norðurlendskum máli. Tí mælir arbeiðsbólkurin til, at miðað verður eftir at brúka viðkomandi útlendskt tilfar, tá tað letur seg gera. Tá verður talan í høvuðsheitum um, at tilfar skal umsetast og tillagast føroysk viðurskifti. Hetta kann eisini hugsast at vera bæði bíligari og skjótari, enn at framleiða egið tilfar (tilmæli 7.1). Uppskot um upplýsingarframtøk: Kunning frá lækna Tað hevur alstóran týdning, at læknin í hvørjum einstøkum føri kunnar sjúklingin um, hví tað er neyðugt ella ikki neyðugt, at hann fær ella ikki fær antibiotika, tá hann vendir sær til lækna. Faldari skal gerast við kunning um týdningin av koppseting og tilboðum um koppseting Faldari, ið er umbiðin uttanlands, sum snýr seg um týdningin av antibiotika- mótstøðuføri og um týdningin av at lata børnini koppsetast, skal orðast og umsetast til føroyskt. Faldarin skal útflýggjast við 5­viku kanning av børnum. Tá heilsufrøðingur kemur á heimavitjan, skal faldarin gjøgnumgangast saman við foreldrunum. Heilsfrøðingurin skal tryggja sær, at foreldrini hava skilt týdningin av afturhaldni í sambandi við antibiotikanýtslu, koppseting og reinføri. 39 Gigni16 skipar harafturat regluliga fyri at savna foreldur til kunnandi fund, har for­ eldrini saman fáa kunning um týdningin og antibiotikanýtslu, týdningin av koppseting av børnunum og kunning um reinføri. á hesum fundi kundu umboð frá kommunu­ læknum, smittuverjufrøðingur og umboð fyri Gigni greitt frá, hvussu samstarvið um henda trupulleika kann fyribyrgjast og virka í praksis. Kunning til borgaran (plakatir, smárit, kunningarskermar) Mælt verður til at biðja um loyvi til at brúka viðkomandi tilfar so sum plakatir og smárit frá danska Sundhedsstyrelsen, sum so skal umsetast føroyskt. í fyrsta umfari verður mælt til at umseta donsku faldararnar, sum vórðu gjørdir í sambandi við antibiotikavikuna17 í 2017 í Danmark. Talan er um fylgjandi faldarar: ígerðarsjúka í andaleiðini hjá børnum Hosti hjá vaksnum Bløðrubruni hjá kvinnum í hesum føri er í høvuðsheitum talan um kunningartilfar, sum skal vera tøkt í viðtalu­ hølum hjá kommunulæknum og hjá 187018. Sosialir miðlar Filmsbrot Vit mæla til, at arbeitt verður við at gera eitt kunnandi filmsbrot um trupulleikan við óskynsamari antibiotikanýtslu og anti- biotikamótstøðuføri. Filmsbrotið kann til dømis verða víst í Gevið gætur í Kring- varpið Føroya og deilt á sosialu miðlunum. Luttøka í árliga globala antibiotikaátak­ inum í viku 46 (tilmæli 7.2) 40 16 17 18 Gigni Heilsufrøði til børn & ungGlobalt antibiotikaátak viku 46 12.- 18. november 1870 er Kommunulæknavaktarskipan Gera tilfar klárt til antibiotikadagin í november í samstarvi við antibiotika­ ellerej í Danmark. Gera avtalu um at fáa partar av danska tilfarinum umsett til føroyskt, soleiðis at vit hava somu átaksøkir sum í Danmark. Reinføri á stovnum Framhaldandi at hava sjóneykuna á týdningin av reinføri, serliga hondreinføri millum annað á røktarheimum, barna- gørðum, vøggustovum og skúlum og tílíkum stovnum. Hetta við tí endamáli at fyribyrgja smittu, og harvið minka um nýtsluna av antibiotika. Luttaka í árligu norðurlendsku rein­ førisvikuni (tilmæli 7.3) í norðurlendskum høpi verður skipað fyri reinførisviku í viku 38. Endamálið við tiltakinum er at leggja áherðslu á týdningin av reinføri á stovnum og ar­ beiðsplássum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at vit í Føroyum eisini eru við í hes­ um tiltakinum. í hesum sambandi er tørvur á at gera viðkomandi tilfar, um praktiska hand­ faring av smittum, sum ofta koma fyri í dagstovnum og skúlum. í mun til kunning til borgarar verða sosialir miðlar ofta nýttir, og mæla vit til at nýta facebook síðuna hjá Landssjúkrahúsinum og hinum báðum sjúkrahúsunum, ella gera ein facebook-, instagram- ella twittersíðu, har kunnandi tilfar um anti- biotikanýtsu og antibiotikamótstøðuføri verður lagt út. 8. FYLGISKJØL FYLGISKJAL 1 SKRIV FRá FØROYA TANNLÆKNAFELAG Klaksvík 25. juni 2018 Frá Føroya Tannlæknafelag Takk fyri at Tannlæknafelagið er tikið við upp á ráð viðvíkjandi gerð av vegleiðing um antibiotikanýtslu í Føroyum. Sum avtalað á fundinum, skrivi eg stutt, hvussu tannlæknar brúka antibiotika. Øll ordinatión av antibiotika er gjøllað umhugsað av tannlæknanum. Tannlæknin metir í hvørjum einstøkum føri um aktuellu støðuna. Metingin verður onkuntíð gjørd í samráð við lækna, og onkuntíð er støðan tikin av lækna. Antibiotika verður ikki brúkt sum rutina. Eingin grund er til at uppfinna djúpa tallerkin fleiri ferð. Tannlæknar í FO hella seg mikið væl upp at donsku vegleiðingunum á promedicin.dk og brúka eisini National kliniisk retningslinje for brug af antibiotika ved tandlægebehandling (NKR). Tannlæknar brúka mest phenoxymytyl­ penicillin og metronidazol, alternativ er clindamycin. Amoxicillin verður brúkt um bakteriæmi ikki skal koma fyri (t.d. sum endocarditis­ profylaksa). Vit brúka í høvuðsheitum antibiotika: 1) fyribyrgjandi2) sum viðgerð av ígerð í/frá tonnum ella í/frá tannhaldi ella umliggjandi vevnaði. Fyribyrgjandi antibiotika: Tá antibiotika verður brúkt profylaktiskt verður givið: vaksin: 2g amoxicillin (børn 50mg/kg) 1 tíma áðrenn viðgerð, við allergi verður givið: vaksin 500mg clarithromycin (børn 7,5mg/kg) 1 tíma áðrenn viðgerð. Fyribyrgjandi antibiotika verður brúkt, tá opererað verður í inficeraðum øki, ella um talan er um stór inngreb (frakturkirurgi ella orto­kir). Her verður profylaktiskt anti­ biotika brúkt, eisini um pt. annars er frískur. Er vandi fyri infektiøsum endocarditis (t.e. hevur pt.: áður haft endocarditis, kunstigar hjartaklaffar, ávísan viðføddan hjartafeil) verður antibiotikaprofylaksa eisini brúkt. Patientarnir, sum skulu hava endocarditis­ profylaksu, hava aloftast skrivlig ella munn­ lig boð frá lækna um støðuna. Seinnu árini hava fleiri alloplastikpatientar og hjartastent/pacemakara patientar somu munnligu boð frá lækna um antibiotika­ profylaksu so og so leingi (varierar nakað) aftan á alloplastik ella hjartaoperatión. Her hevði verið gott við greiðari vegleiðing. Antibiotikaprofylaksa av immunsupp­ rimeraðum patientum, medicinskt kom­ promitteraðum patientum og annars alment veikum patientum, her vurderar tannlæknin í hvørjum einstøkum føri evt. í samráð við lækna, í hvønn mun neyðugt er við anti­ biotikaprofylaksu. Immunsupprimeraðir patientar hava oftast onkur leys munnlig boð frá lækna. í hesum patientbólkinum má vurderast, um profylaksan er amoxicillin eingangsdosis (ella alternativ), ella um pt. skal dekkast inn við antibiotikakuri. Terapeutiskt antibiotika: Sum oftast er hetta sum liður í viðgerð av abcess, talan kann tó vera um aðra akutta ígerð. 41 42 Antibiotika verður givið: Um almennstøðan hjá patientinum er ávirkað (fepur, adenitis, trismus, vaksandi hevilsi, dánilsi). Um vurderað verður, at infektiónin kann spreiða seg. Um abcessin er stór. Um abcessin ikki kann drenerast. Um pt. er í ávísari hemostatika viðgerð (t.d. kollagen), sum økir um vandan fyri infektión. Um individuel meting av tannlækna- viðgerð saman við heilsustøðuni hjá patientinum talar fyri antibiotikaviðgerð. Um talan er um osteomyelitis, osteonekrosu, aktinomykosu ella aggresivan parodontitis. Hetta er specialistuppgáva. Vanliga verður givið: phenoxymethyl­ penicillin 660mg saman við metronidazol 500mg, 3xdgl í 3 dagar. Alternativ er clindamycin 300mg, 3xdgl í 3 dagar. Tó kunnu 3 tey síðstu punktini krevja aðra be­ handling, evt. av sertannlækna ella í samráð við sertannlækna ella lækna. ógvislig akut nekrotiserandi gingivitis/ parodontitis við ávirkaðum almenntilstandi, fepuri og/ella um pt. er HIV positivur: Depuratión skal supplerast við metronidazol 500mg 3xdgl í 6 dagar ella til grøðing. Marginal parodontitis: Her kann hjá vaksnum supplerast við metronidazol, um nøktandi úrslit ikki fæst við konventionellari pa­viðgerð. Antibiotikabrúk í samband við exartikula­ tión/avulsión av vaksnamannatonnum: Her er neyðugt hjá tannlæknanum at geva antibiotika. Vaksin og børn yvir 12 ár: phenoxymethyl­ penicillin 600mg 3xdgl í 7 dagar (alternativ: clindamycin 300mg 3xdgl í 7 dagar). Børn undir 12 ár: phenoxymethylpenicillin (33­66mg/kg/døgn p.o deilt á 2­4 skamtar/ døgn í 7 dagar) evt amoxicillin (40­90mg/ kg/døgn p.o. deilt á 3 skamtar/døgn í 7 dagar). (Við allergi: Clindamycin: Børn>30kg 15mg/kg (tó ikki meir enn vaksnamannadosis) deilt á 3 skamtar/døgn í 7 dagar). Eg snakki út frá einum patienthópi, har ein stórur partur av patientunum eru útisiglarar, og ein partur (kanska ikki so stórur) býr temmiliga isolerað á útoyggj. Hetta gevur avbjóðingar, sum krevja individuellar vur­ deringar, sum neyðugt er at hava møguleika at gera (læknar eru í akkurát somu støðu). Hetta var í stuttum tað, haldi eg. Vóni ikki eg havi gloymt nakað. Eg rokni tó við at síggja Vegleiðingina, áðrenn hon endaliga verður viðtikin. Kanska kunnu starvsfelagir mínir fáa høvi at kommentera fyri mær áðrenn endaliga viðtøku. Vit vilja sjálvandi vera við í arbeiðinum at minimera menningina av mótstøðuførum bakterium. Vit eru absolutt innforstaðin við at behandla so smalspektrað og so stutt,sum til ber. Sum eg skilti á fundinum, so bleiv meir anti­ biotika brúkt í DK enn í FO. í DK skriva tannlæknar 6% av antibiotikainum út. Tannlæknar í FO standa fyri uml. 5% av samlaðu nýtsluni. Um hædd verður tikin fyri, at tannstøðan í FO er verri enn í DK, so gleðist eg eina lítla løtu um, at føroyskir tannlæknar klára seg væl. Og vit vilja gera tað uppaftur betur. Vh Jonna Sjúrðaberg forkvinna í Tannlæknafelagnum FYLGISKJAL 2 SKRIV FRá LANDSDJóRALÆKNANUM 43 44 FYLGISKJAL 3 EIN úTGREINING AV ANTIBIOTIKA NýTSLUNI í FØROYUM Antibiotikanýtsla á primera heilsugeiranum Samlaða antibiotikanýtslan var 13,9 døgn­ dosir pr. 1000 íbúgvar um dagin (DID) í 2016. Nýtslan í 2017 var 13,7 DID. Nýtslan er fallin frá 14,5 DID í 2012 til 13,7 DID í 2017. Hagtølini frá 2015 kunnu verða ivasom vegna nýggja skipan á apoteksverk­ inum hetta árið. Primergeirin stendur fyri 90% av samlaðu nýtsluni og hevur tí stóra ávirkan á nýtslumynstrið í landinum. Samanbering av samlaðu antibiotika­ nýtsluna við onnur Norðurlond sæst í mynd 3.1 frá Nomesco (Nordic Medico­ Statistical Committee). Hesin figururin vísur tó nýtsluna fyri bæði primera og sekundera geiran saman. Samlaða nýtslan av antibiotika sær út til at verða fallandi frá 2005 til 2015 í Føroyum. Tó síggja vit eisini, at penicillinir eru fallandi samanborið við, at penicillinir eru vaksandi í Danmark frá 2005­2015. í fleiri ár hevur í Danmark verið stórt fokus á antibiotikanýtsluna, sum sæst á nýtsluni av meira smalspektraðum antibiotika. Samlaða nýtslan í Norra og Svøríki er tó lægri enn nýtslan í Føroyum. Eisini hava hesi londini haft fokus á antibiotikanýtsluna í fleiri ár. Nýtslan av ávísum antibiotika­tilbúningum I 2017 var beta­lactamase­følsom penicillin (V­penicillin) framvegis størsti bólkur, ið varð nýttur við 4,3 DID, sum svarar til 31% av samlaðu nýtsluni. Næst mest nýtti bólkur er penicillinir við víðkaðum spektrum, ein nýtsla á 1,8 DID, sum svarar til 13% av samlaðu nýtsluni. Samlaði bólkurin av penicillinum, bæði smalspektrað og við víðkaðum spektrum, er í alt 8,35 DID, sum svarar til 61% av samlaðu nýtsluni og framvegis er størsti parturin av antibiotika­ nýtsluni. Meðan beta­lactam følsom penicillinir hava verið fallandi síðani 2010, hava kombinatiónspenicillini innihaldandi beta­ lactamasuhemmarum verið vaksandi. Kombinatiónspenicillinini eru vaksin frá 0,19 DID í 2010 til 0,82 DID í 2017, ein fýra faldaður vøkstur. Hesin stóri vøkst­ urin kann verða grundaður á nýggjar vegleiðingar til kroniskar lungnasjúkur. Eis­ ini kann vøksturin verða grundaður á, at hetta evnið er meira umtøkt hjá læknunum at ordinera. 15 14.8 14.6 14.4 14.2 14 13.8 13.6 13.4 13.2 2012 2013 2014 2015 2016 2017 Samlað antibiotikanýtsla á primergeiranum ár Nýtslan av antibiotika liggur lutfalsliga lágt í primera heilsugeiranum, ein óvissa er tó í tølunum, sum møguliga í veruleikanum eru eitt sindur hægri enn hagtølini vísa. Hetta orsakað 45 DDD/1000 íbúgvar/dag Makrolidir er næststørsti bólkurin, ið verður nýttur í Føroyum á primerageiranum. í 2017 var 1,4 DID av makrolidum svarandi til 10% av samlaðu nýtsluni. Sulfonamidir er 3. størsti bólkurin av anti­ biotika, ið verður nýttur. í 2017 var 1,2 DID nýtt svarandi til 9% av samlaðu nýtsluni. Nýtslan av sulfonamidum er lág í okkara grannalondum. Orsøkin til, at nýtslan av sulfonamidum er relativ høg í Føroyum, er, at fleiri ókompliseraðar UVI verða við­ gjørdar við sulfonamidum. í okkara grannalondum verður UVI ofta viðgjørt við pivmecillinam. Orøkin til, at pivmecillinam ikki verður nýtt líka ofta í Føroyum, er grundað á CTD sjúkuna. Samanborið við Danmark, er stórur vøkstur av penicillinum við víðkaðum spektrum, hetta er grundað á meira nýtslu av Selexid. í Danmark verður selexid viðmælt sum fyrsta val til viðgerð av UVI. Eisini sæst, at nýtslan av sulfonamidum minkar í samsvari við, at nýtslan av Selexid økist í Danmark. 46 Tetracyclinir er 4. størsti bólkurin, ið verður nýttur. í 2017 var 1.2 DID nýtt, sum er 9% av samlaðu nýtsluni. Viðgerð fyri akne hjá ungum er framvegis drívmegin fyri nýtsluni av Tetracyclin. Fluoroquinolonir er eisini við í teimum ofta nýttu antibiotikaviðgerðunum. National Health Authority bólkar fluoroquinolonir undir kritisk antibiotika, ið elva til resistens. Fluoroquinolonir skulu bert nýtast í ávísum førum eftir viðgerðavegleiðingar. Nýtslan av fluoroquinolonum var 0,4 DID í 2010. í 2013 var nýtslan 0,48 DID. Fluoroquinolonir er í stórum fokus í okkara grannalondum, og hevur nýtslan í Danmark seinastu árini verið minkandi. Nýtslan er ikki broytt nógv seinastu 3 árini, tó kundi tað sæð út til, at nýtslan veksur heldur enn at minka í Føroyum. Grundin til hendan vøkstur í 2013 kann verða, tí pivmecillinam ikki varð skrásett til nýtslu frá 2010 til 2013, tá hetta aftur varð loyvt, men bert, um sjúklingurin hevði eitt carnitinvirði yvir 10. Antibiotikanýtsla á sjúkrahúsunum Sjúkrahúsmynstrið er seinastu árini broytt. Færri seingjardagar og sjúklingarnir, ið verða innlagdir, eru sjúkari. í miðal eru sjúklingarnir innlagdir færri dagar. Selektiónstrýstið fyri antibiotikaresistens veksur í samsvari við vaksandi aktivitetin á hospitalinum. Hóast 90% av samlaðu antibiotikanýtsluni er í primerageiranum, er sekeltiónstrýstið munandi størri á hospital­ unum. í øðrum london, har tey fylgja resistensi sera tætt, síggja tey stóran vøkstur av resistentum bakterium á hospitalunum seinastu árini. Samlaða antibiotikanýtslan er vaksin frá 36 DBD í 2012 til 56 DBD í 2017. Nýtslan er stabiliserað seinastu tvey árini. Hagtølini frá 2015 kunnu verða ivasom vegna nýggja skipan á apoteksverkinum hetta árið. í eini verkætlan á Landsjúkrahúsinum vórðu allir innlagdir sjúklingar kannaðir og noteraðir, um teir vóru í antibiotikaviðgerð. Endamálið við verkætlanini var at implementera Antibiotic Stewardship Program á Landssjúkrahúsinum. Nýtslan bleiv skráðsett áðrenn og aftan á implemen­ teringina. 41% av sjúklingunum vóru í penicillinviðgerð í fyrra tíðarskeiðinum og 51% í seinna tíðarskeiðinum. 25% av sjúklingunum, ið vóru í antibiotikaviðgerð á Landssjúkrahúsinum vóru í viðgerð við cefalosporinum áðrenn implementeringina, og talið fall til 19% eftir implementeringina. Hendan verkætlanin vísti, hvussu nógv nýtslan broyttist meira rationelt við Anti­ biotic Stewardship Program. 47 60 50 40 30 20 10 0 2012 2013 2014 2015 2016 2017 Samlað antibiotikanýtsla á LS Ar DANMAP setur serliga fokus á 3. breið­ Vit síggja, at nýtslan av cefuroxim er spektraða antibiotika á Landssjúkra­ minkað frá 30% av samlaðu nýtsluni í 2012 húsinSumam, lacðeafunrýotxsilman, ecripvraokfsloinxa6c4in% forgá 20á10Latinld2ss0jú1k7raáhLúsaindusmsjtúikl r2a5h%úsianvusmam. ílasðeurligum fokusi meropenem, sum koma undir bólkin nýtsluni á Landssjúkrahúsinum í 2017. eru breiðspektraðu cefuroxim, ciprofloxacin og meropenem. Nýtslan av cefuroxim er 25% av kritiske antibiotika. Sambært DANMAP samlaðu nýtsluni á Landssjúkrahúsinum í 2017. Ciprofloxacin er stabil seinastu tvey árini, 9% er nýtslan av kombinatiónspenicillin við Cefuroxim er møguliga minkandi seinastu av samlaðu nýtsluni í 2017 og nýtslan av meropenem er 4% bæði í 2016 og 2017. betalactamasehæmmara meira enn tað árini, men er nýtslan tó nógva ferðir hægri Umráðandi er, at arbeitt verður við at minka um nýtsluna av breiðspektraðum antibiotika bæði dupulta í 2016 samanborið við 2012. Ser­ enn málið, Region Hovedstaden hevur sett liga síggpjarivmitereain shteóirlasnugveøikrastnuurmí nýotgslunái sjúsækrauhmúsnuýntuslmun. a Tavaðcefavliolspsoirginau, ma. ní t2ib0i1o7tika so sum av mcecpihllianlaomspeorrináumL,aqnudisnsjoúlkornauhmúsiongumeroperenerm.nýtslan 142 DBD. Nordsjællands seinastu árini. Tað ber bert til hjá læknum at Hospital hevur sett sum mál, at tað ikki skal Ein útgreinað lýsing av antibiotikanýtsluni í Føroyum er í fylgiskjali 3. ordinera mecillinamer, um frítt carnitinvirði nýtast meira enn 25 DDD/1000 seingjar­ hjá sjúklinginum er hægri enn 10. Hesin dagar av cefalosporinum og quinolonum. Skandinavisku londini hava lutfalsliga høga nýtslu av smalspektraðum pensillinum. Hesi trupulleiki hevur merkt serliga viðgerð av Um vit samanbera nýtsluna av cefuroxim á londini hava eisini í fleiri ár arbeitt við at fáa eina skynsamari nýtslu av antibiotika bæði á landrásígerð í Føroyum. Fleiri sjúklingar Landssjúkrahúsinum við hetta málið, nýta primera heilsugeiranum og á sjúkrahúsunum. Norra, Svøríki og Danmark hava sett sum mál at við landrásígerð eru tí í viðgerð við sulfona­ vit á leið 6 ferðir meira av breiðspektraðum minka antibiotikanýtsluna, bæði samlaðu nýtsluna og nýtsluna av breiðspektraðum antibiotika. midum. Sulfonamider verður ikki nýtt nógv cefuroxim. í okkBareatag-rlancntamloansdeu-mfø,lstoí mtanpnenbiackiltleirnie(lVli -penicillin) er framvegis størsti bólkur, ið varð nýttur við 4,3 DID, sum svarar til 31% av samlaðu nýtsluni. Sulfonamidir er 3. størsti bólkurin av resistensurin er generelt høgur til hesi Nýtslan av ciprofloxacin var 8% av samlaðu preparatini. í Føroyum eru á leið 30% nýtsluni í 2016 og 9% av samlaðu nýtsluni antibiotika, ið varð nýttur í 2017 svarandi til 9% av samlaðu nýtsluni. í Føroyum hava vit resistent fyri sulfonamidum. í 2017. Nýtslan av meropenem var 4% í lutfalsliga høga nýtslu av sulfonamidum í mun til okkara grannalond, men orsakað av bæði 2016 og 2017. mótstøðuføri hjá umleið einum triðingi av borgarunum, eru sulfonamidir ikki besta valið at nýta til viðgerð. Hóast høga mótstøðuføri fyri sulfonamidum, verður tað, í størri mun enn í okkara , sum er fyrsta val ðfest, at ein partur um lækkar, tí kann avleiðing av hesum inum á ávísingina, ri CTD, og/ella at at tað er lættari og grannalonJd0u1mD, b, rCúekftatillovsipðogreirnð oavg bclaørðbruaípgernðeímstanðýitnsflayrLi Spivmecillinam til viðgerð av bløðruígerð. í høvuðsheitum er orsøkin til hetta, at tað er sta 160 31.00% av føroyingum hevur CTD (Carnitin Transporter Deficiency). 30.00% 140 Viðgerð við pivmecillinam kann hav i støði í kroppin 29.00% viðgerðviðpivmevðkfiðCT2D8.0.0S%um 120 nd rp ta rúr já slækni ivmeci eru f slitið i læknu cill lei kk u ál llin inam agt læ am ve i føro er sk at áv er kn ðu in ás sa a sera num, r ávíst. gar, su tt í sj sulfon av va ts m kli m ið sær, ndami kráseta enn ik ngaskr dir. at il ca i án carnit yri fól rnitin- ava la i, hev n- kv tø tið ur 100 u a kanningaireúnhettaviðsær, 2015 2016 2017 hevur La n s ðið hj2á7.s0j0ú%kling 26.00% 80 hvørja fe r Avtí,at ð r y 60 25.00% 40 20 kh segkannaðfy skjótarih nm í ai 24.00% 23.00% 22.00% 02012 2013 2014 15 ár 48 DDD/1000 sengedage Prosent DDD/1000 seingjadagar Prosent av samlaðu nýtslu DDD/100 seingjadagar Cefuroxim er møguliga minkandi seinastu árini, men er nýtslan tó nógva ferðir hægri enn FYLGISKJAL 4 úTGERÐ í KOMMUNULÆKNAVíTALUMTilfar, sum allar kommunulæknaviðtalur í landinum sum krav skulu hava: CRP StrepA Stix Tympanometri Tilfar til at taka fylgjandi royndir: Landdyrkan Potanir Klamydia/gonococ Ekspektorat Møguleika til at ávísa til laboratoriið at gera kanning fyri: Patogenar tarmbakteriur Ebstein Barr virus: akut eisini í vakt so leingi laborantur er inni á sjúkrahúsinum. 49 FYLGISKJAL 5 ORÐALISTI Orð Agens Akne Anamnesa Anatomiska terapeutiska kemiska (ATC) Antibiotic Stewardship Program (ASP) AuditBeiðspektrað penicillin Clostridium difficile CTDDANMAPEbolaEndemisk Enterokokkar HumanKnow-howKoloniseraðLandrásígerðLassaMALDI-TOF tøkniMikrobeMonitoreraðMRSAMultimorbidar grunnsjúkur Multiresistentar bakteriur Nomesco Ordinera Paraklinisk Patogen PCR PLIPrimeri heilsugeirin SARSSelektiónstrýstSepsisSmaltspektrað penicillin Frágreiðing EvniPirrur ein húðsjúka, sum ofta rakar tannaringar Sjúkrasøga Klassifisering av heiluvági Eitt program, ið er ætlað at rationalisera antibiotikanýtsluna Ein vísindarligur kanningarhátturPenicillin, ið rakar breittEin bakteriaCarnitin Transportar DefektDonsk raport um antibiotika og resistens (latin út árliga) Eitt sera vandamikið virus útbrot av umfarssjúku lokalt Enterokokker ein bakteria, sum er partur av tí normalu tarmflorini hjá menniskjum og djórum Av fólkiVitan umEru berari avBruni í landrásiniEitt sera vandamikið virusEin kanningarhátturMikroorganismaHava eftirlit viðMethicillin Staphylococcar Areus Mulitresistentar Staphylococcar Areus Fólk, sum hava fleiri kroniskar sjúkurBakteriur, ið hava útviklað resistens fyri flestu ella øllum antibiotika Nordic Medico-Statistical Committeeútskriva heilivágMátingar av sjúkuSjúkuagens sjúkuelvandiPolimerase Chain Reaction gen-opformeringsteknikkurDatabase til kliniskar vegleiðingar á LandssjúkrahúsinumHeilsuverkið uttanfyri sjúkrahúsiniEitt andaleiðssyndrom, atvolt av virusígerðTrýst í selekterar klára at standa ímótiLívshættisligur tilstandur við ígerð, sum hevur spjatt seg til blóðið Penicillin, ið bert rakar nakrar ávísar bakteriur 50 SSI Statens Serum Institut Tarmflora Innvølagróður (lívvirkisligar bakteriur í gørnunum) UVI Urinvejsinfektion Bløðrubruni Veterinær Av djóri VRE Vancomycin-resistente enterococcar WHO Heimsheilsustovnurin 51 52 FYLGISKJAL 6 LEINKJUR Leinkjur til útlendskar tilvísingar: Antibiotikavejledning Lommeformat (FO) í PLI á Landssjúkrahúsinum: http://heimabeitid/sites/pli/Sider/Antibiotikavejledning. Antibiotic Stewardship Program Antibiotikaviðgerð (Antibiotikabehandling) mannagongd (FO) í PLI á Landssjúkrahúsinum. http://heimabeitid/sites/pli/Sider/Antibiotikaviðgerð-(Antibiotikabehandling)-mannagongd. Antibiotic Stewardship Program útlenskar instruksir t.d. frá Norðanlondum: Medicin.dk (DK)--> Vejledning i brug af antibiotika http://pro.medicin.dk/Specielleemner/Emner/318019 Dsam.dk (DK) --> Kliniske vejledninger http://www.dsam.dk/flx/vejledninger/kliniske_vejledninger/ Rads.dk (DK) (Behandlingsvejledning for hensigtsmæssig anvendelse af antibiotika i almen praksis, nedre luftvejsinfektioner, akut bronkitis, pneumoni, kol-exacerbration) http://rads.dk/media/3995/beh-antibiotika-lrti-quick-guide-267963.pdf http://rads.dk/media/4094/antibiotika-bgn-11-259761.pdf Infmed.dk (DK) --> guidelines http://www.infmed.dk/guidelines Infektion.net (SE) --> vardprogram http://infektion.net/v%C3%A5rdprogram-infektionssjukdomar Norska HeLandssjúkrahúsiðedirektoratet (NO)--> nasjonale retningslinier Sjúkrahús (NO): https://heLandssjúkrahúsiðedirektoratet.no/retningslinjer/antibiotika-i-sykehus Praksis (NO): https://heLandssjúkrahúsiðedirektoratet.no/retningslinjer/nasjonal-faglig-retningslinje-for- antibiotikabruk-i-primerheLandssjúkrahúsiðetjenesten Innan smittuverju: www.ssi.dk www.sst.dk www.cdc.gov www.himr.fo ISBN 978-99918-970-7-3 9 789991 897073 Atak: Megna títt lív Tilmæli um tilboð til ung við víðfevndum salarligum ella sosialum trupulleikum og alvarsligum trupulleikum av rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu Apríl 2018 Innihaldsyvirlit 1. Inngangur, samanumtøka og tilmæli Landsstýriskvinnan í almannamalum hevur sett sær fyri, at ung fólk, sum hava umfatandi og samansettar salarligar, sosialar og rúsevnatrupulleikar, skulu loftast betur enn í dag. Myndugleikar eru samdir um, at størsti parturin av ungdóminum hevur tað gott í Føroyum, men samstundis bendir okkurt a, at tey fau, sum hava umfatandi trupulleikar, tykjast verri fyri. Vit kunnu staðfesta, at tað eru ung fólk í Føroyum, sum hava alvarsligar trupulleikar av rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu, harðskapi, prostitutión og øðrum lógarbrotum. Orsøkirnar til, at ung fólk enda í slíkum støðum, eru sum oftast fleirfaldar og torgreiddar. í fleiri førum er talan um børn, sum eru vaksin upp í illa virkandi familjum, har tey ikki hava fingið neyðugu umsorganina. í øðrum førum er talan um børn við umfatandi salarligum sjúkum ella ADHD, autismu, o.t., sum hava ilt við at fóta sær, tí tey ikki hava fingið røttu hjalpina rættstundis. Talan kann eisini vera um ung, sum ikki hava fingið staðfest nakra salarliga sjúku ella diagnosu og sum eru vaksin upp í vælvirkandi familjum, men har talan kann vera um goymdar avbjóðingar, sum viðføra, at tey koma a skeiva leið. Umframt hetta vísir tað seg at vera ein serlig avbjóðing, ta borgari við samansettum trupulleikum fær dóm til eftirlit hja Almannaverkinum. Tørvur er a at skipa samstarvið við akærumyndugleikan og Kriminalforsorgina øðrvísi, bæði aðrenn dómur er fallin, ta fyriskipanin skal fyrireikast, og meðan fyriskipanin virkar. Fleiri skipanir gera hvør í sínum lagi sítt fyri at veita viðgerð, hjalp og stuðul. Alt ov ofta ger seg tó galdandi, at almennu fyriskipanirnar ikki røkka hesum ungu, og at viðgerðartilboðini í Føroyum ikki megna at lofta og hjalpa hesum ungu. Hetta er ein avbjóðing, sum landsstýrið hevur sett sær fyri at taka í móti. Tí setti landsstýriskvinnan í almannamalum a sumri 2017 ein arbeiðsbólk við umboðum fyri Almannamalaraðið, Heilsu- og innlendismalaraðið, Almannaverkið, Psykiatriska depilin a Landssjúkrahúsinum og Kriminalforsorgina at orða tilmæli um, hvussu hesi ungu við víðfevndum og samansettum avbjóðingum kunnu faa ta hjalp og tann stuðul sum eru neyðug. Arbeiðsbólkurin metir, at talan er um umleið 10 ung, sum hava samansetta tørvin, sum lýstur er í hesum tilmæli. Hetta eru ung, sum eru kend í skipanini. Ung, sum kanska í gjøgnum fleiri ar uttan nøktandi úrslit hava fingið ymisk stuðulstilboð, tænastur og viðgerðartilboð. Talan er um ung, sum fyrr í stóran mun fingu tilboð a stovnum uttanlands. í 2014 var politiska ynskið, at so nógv tilboð, sum til ber, skuldu veitast í Føroyum, og at tað bert í heilt serligum førum skuldi vera neyðugt at veita tilboð uttanlands og einans, um einki nøktandi tilboð kundi veitast í Føroyum. Avgerðin í 2014 hevði fleiri atlit. Eitt atlit var, at børn og ung sambært Barnarættindasattmalanum og Breksattmalanum hava rætt til at faa hjalp í egnum landi. Men onnur samfelagslig atlit lógu eisini til 2 grund fyri avgerðini. Føroyar hava vælútbúgvin fólk, sum hava ella kunnu faa neyðugar førleikar til at veita borgarum, sum hava tørv a tí, fakliga hjalp og viðgerð. Fleiri størv innan hetta økið, kunnu viðvirka til, at hesir fakbólkar støðast í Føroyum, samstundis sum fleiri arbeiðsplass eisini hava onnur jalig hjaarin. Politiski myndugleikin viðurkendi tó eisini, at tað í avísum førum framvegis er neyðugt at keypa tænastur uttanlands. Hetta til tess at tryggja, at borgarin fær neyðuga og dygdargóða hjalp. Eitt nú ta diagnosan og tørvurin eru so mikið samansett, at tað ikki er fakliga raðiligt ella møguligt at skipa tilboð her a landi. Tískil varð eisini avgjørt, at heimild framhaldandi skuldi vera til at keypa tænastu uttanlands. Gongdin seinnu arini hevur verið tann, at tað eru skipað fleiri tilboð til børn og ung í Føroyum. Almannaverkið hevur skipað fleiri bú- og viðgerðartilboð til ung, sum hava tørv a tí. Eisini hevur Mentamalaraðið skipað serlig skúlatilboð kring landið, umframt, at Serligt Skipað Miðnam er stovnsett fyri at lofta næmingum, sum ikki megna vanliga skúlagongd a jøvnum føti við onnur børn og ung. Harumframt hevur heilsuverkið eisini raðfest psykiatriina og hevur serliga barnapsykiatriin fingið eitt munagott lyft seinnu arini. Harafturat eru stig tikin til at skipa serstaka rúsdrekkaviðgerð til børn og ung Tvørgeiraligt samstarv hevur eisini verið a breddanum seinnu arini og eru munagóð atøk so sum Tann góða tilgongdin, aðurnevnda Serliga Skipaða Miðnam og bú- og viðgerðartilboð fyri ung við salarligum avbjóðingum, úrslit av góðum samstarvi millum myndugleikar, stovnar og fakbólkar. Myndugleikar og sjalvbodnir felagsskapir í Føroyum hava eisini seinnu arini lagt dent a sokallaði fyribyrgjandi atøk, eitt nú SSP, Fólkaheilsuraðið og Blai krossur, sum við upplýsing og kunning, skulu viðvirka til, at tað gerast færri ung, sum faa trupulleikar við rúsdrekka og fremja lógarbrot. Hóast nógvar batar, kann arbeiðsbólkurin staðfesta, at tað framvegis eru ung, sum ikki verða loftað av verandi skipanum, og fremja lógarbrot av ymiskum slagi og eru í vanda fyri sær sjalvum og fyri onnur. Tí mælir bólkurin til, at eitt serligt atak verður gjørt fyri hesi lutfalsliga fau ungu, sum hava ein heilt serligan tørv. Tilmæli Við støði í omanfyrinevndu viðurskiftum mælir arbeiðsbólkurin til, at landsstýrið fer undir eitt atak, sum hevur til endamals stig- og miðvíst at lofta og hjalpa hesum ungu, sum hava umfatandi og samansettar salarligar, sosialar og rústrupulleikar. Vísandi til, at tað eru fleiri myndugleikar og skipanir, sum hvør í sínum lagi veita ymiskar tænastur og viðgerðir, sum hesi ungu hava tørv a, mælir arbeiðsbólkurin til, at farið verður undir at skipa eitt tvørgeiraligt atak, har hvør myndugleiki sær atekur sær sín leiklut og sín part av umfatandi uppgavuni at lofta hesum ungu. 3 Arbeiðsbólkurin asannar, at tað er torført at skipa og varðveita tvørgeiralig atøk og samstarv, og tí verður mælt til, at politisk avtala verður gjørd millum avvarðandi landsstýrisfólk, sum staðfestir, at politiskur vilji er til í felag at loysa uppgavuna. Harumframt eigur avtalan at nagreina leiklutin og uppgavuna hja einstaka myndugleikanum soleiðis, at partarnir kunnu brúka orku uppa at loysa uppgavuna, heldur enn at stríðast um uppgavu- og abygdarbýtið. ítøkiliga verður mælt til, at eitt tvørfakligt og matrikkulleyst toymi sum vit frameftir rópa Toymið - verður sett burtur av til at taka sær av teimum ungu, og at Toymið verður skipað undir Almannaverkinum við serstakari jattan til endamalið. Uppgavan hja Toyminum verður at faa og varðveita samband við tey ungu og at virka sum bindilið millum tann unga og teir stovnar/myndugleikar, sum veita viðgerð og tænastur. Toymið skal tryggja, at ein viðgerðarætlan verður gjørd saman við tí unga og avvarðandi myndugleikum og stovnum. Viðgerðarætlanin skal gerast við støði í lívsstøðuni, tørvinum og ynskjunum hja tí unga og skal fevna um fylgjandi viðurskifti: bústað, luttøku a arbeiðsmarknaðinum og/ella útbúgving, heilivagur/psykiatrisk viðgerð/salarfrøðilig viðgerð viðgerð fyri rúsdrekka-/rúsevnamisnýtslu fíggjarviðurskifti sosial sambond og frítíðarítriv í hesum tilmæli verða ymisku tættirnir og tilmælini lýst nærri eins og ein meira nagreinilig kostnaðarmeting fyriliggur. Arbeiðsbólkur og setningur í arbeiðsbólkinum hava verið: Heini Petersen og Doris Bjarkhamar, Almannamalaraðið; Elkin Klettheyggj og Heðin Askham, Kriminalforsorgin; Tormóður Stóra, Psykiatriski Depilin;Fróði Jacobsen, Heilsu- og innlendismalaraðið, Hermann Mortensen, Almannaverkið; Heilsu- og innlendismalaraðið hevur samskift við umboð fyri Blaa Kross og Frelsunarherin, sum rekur nýggja viðgerðarheimið Frælsið a Eiði, um møguleikar fyri rúsviðgerð til hesi ungu. Bólkurin hevur samanlagt havt fýra fundir, har umboð fyri allar myndugleikar hava verið hjastødd. Arbeiðsbólkurin hevur eisini verið a vitjan í Mjørkadali og hevur m.a. eisini tosað við unglingar, sum eru í hesi støðuni og koma undir malbólkin. Johan Jansson, varastjóri a Landssjúkrahúsinum luttók a 4 einum fundi og Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsu- og innlendismalaraðnum, hevur eisini luttikið a einum fundi í arbeiðsbólkinum vegna Fróða Jacobsen. Harumframt hava umboð fyri Almannamalaraðið havt fundir við Almannaverkið. Eisini hevur bólkurin samskift skrivliga sína millum. Uppgavan hja arbeiðsbólkinum var at gera lýsing av og tilmæli um:  tørvin a einum tilboði, ið loftar hesum ungu  samstarv millum myndugleikar, herundir uppskot til abyrgdarbýtið millum hesar myndugleikar  slag av viðgerð og mal við viðgerðini, undir hesum eisini virðisgrundarlag  samstarv við avvarðandi  starvsfólkahóp  visitatión  kostnaðarmeting Eftir ætlan skuldi bólkurin vera liðugur við arbeiði soleiðis, at tað kundi gerast klart at seta í verk fra 1. januar 2018. í sambandi við fíggjarlógararbeiðið 2018 gjørdist greitt, at landsstýriskvinnan í almannamalum matti raðfesta onnur viðurskifti. Tilmælið er handað í apríl 2018. 5 2. Bakstøði og lýsing Sum nevnt í innganginum er í stóran mun talan um ein bólk av ungum við avbjóðingum, sum fingu tilboð uttanlands fram til 2014, tí nøktandi tilboð ikki vóru í Føroyum. Ta varð politisk avgerð tikin um at fara undir eina tilgongd við tí endamali at bjóða fleiri tilboð í Føroyum. Tað tykist tó sum um, at tørvurin a tilboðum til ung við samansettum og størri avbjóðingum er vaksandi. í hesum partinum fara vit at greiða nærri fra, hvørji tilboð eru til hendan bólk, og hvussu gongdin hevur verið a økinum seinnu arini. 2.1 Heildartilboð a donskum stovnum Aður var tað soleiðis, at um einki nøktandi stovnstilboð var í Føroyum, var heimild í § 16 stk. 1 í forsorgarlógini at innskriva børn og ung a stovnar ella stovnslíknandi fyriskipan, sum landsstýrið hevur gjørt avtalu við. Vanliga vóru danskir stovnar nýttir til endamalið og talan var um sokallaði heildartilboð, har tey ungu, umframt at faa sosialpedagogiska viðgerð, búvenjing og meting um arbeiðsførleika, eisini ofta fingu psykiatriska viðgerð og skúlaundirvísing. . Tað vóru serliga børn og ung við m.a. autismu, ADHD, salarsjúku, depressión, atferðartrupulleikum/kriminellum atburði og/ella rúsevnamisnýtslu, sum fingu hesi tilboð í boði. Ofta var talan um, at persónar stríddust við fleiri av hesum avbjóðingum. í 2014 varð lógin broytt soleiðis, at § 16 einans umfatar bútilboð til persónar, ið sambært rættarúrskurði skulu sinniskannast, sambært rættarúrskurði ella dómi skulu setast í varda fyriskipan ella vera undir eftirliti ella sum treyt fyri akæru, afturtøku ella royndarleyslating, verða settir í varda fyriskipan ella vera undir eftirliti. Rættarskipanin kann taka avgerð við dómi, rættarúrskurði ella sum ein fyristingarlig avgerð. Dómsvaldið brúkar henda møguleika, ta mett verður, at borgarin ikki er egnaður til dóm ella um mett verður, at borgarin er egnaður til dóm, men fær onki burturúr einum dómi við fongsulrevsing og tí heldur eigur at faa eitt stovnsplass við sosialpedagogiskari viðgerð, og/ella psykiatriska viðgerð ella rúsviðgerð. Samstundis fekk landsstýrismaðurin heimild í § 27 í forsorgarlógini til at skipa bú- og viðgerðartilboð til borgarar við týðandi likamligum ella salarligum breki ella umfatandi sosialum trupulleikum í Føroyum. § 27 heimilar eisini landsstýrismanninum at keypa tænastur uttanlands í teimum førum, ta talan er um borgarar, sum hava so mikið umfatandi og samansettar trupulleikar, at nøktandi tilboð ikki kann skipast til viðkomandi her a landi. Lógarbroytingin staðfesti samstundis meginregluna um geiraabyrgd. Sambært geiraabyrgdini hevur Almannaverkið heimild at veita sosialpedagogiska viðgerð, men ikki sjúkrahúsviðgerð, sum er malsøki hja Heilsu- og innlendismalaraðnum ella skúla undirvísing, ið er malsøki hja Mentamalaraðnum. Ta tilboð verða keypt uttanlands, er tó framhaldandi talan um heildartilboð, sum Almannaverkið keypir. 6 2.2 Politiskt ynski um samskipaði tilboð í Føroyum Fyri at børn og ung, sum hava tørv a tí, framhaldandi skulu faa heildartilboð varð í lógaruppskotinum víst a týdningin av, at viðkomandi myndugleikar serliga Almannaverkið, Sernam og Psykiatriski depilin - fóru undir at samstarva um at faa skipað tilboð soleiðis, at tilfeingi og førleikar kunnu samskipast tvørtur um malsøki og geirar. Fram til 2014 var jattanin til tilboðini lógarbundin. Aftana lógarbroytingina er jattanin til § 27 ein rakstrarjattan og kunnu útreiðslur til bú- og viðgerstovnar ikki verða bornar, um jattan ikki er til staðar. Hetta merkir so eisini, at Almannaverkið ikki kann stovna fleiri tilboð ella keypa tilboð uttanlands, hóast borgarar hava tørv a tilboðum, um jattanin ikki er til tilboðini. Borgarar eru tískil a bíðilista til hesi tilboð. Jattanin til § 16 í forsorgarlógini er framvegis lógarbundin, orsakað av, at Almannaverkið skal veita tilboðið, ta dómsvaldið hevur tikið avgerð. Talvan niðanfyri vísir tal av borgarum, sum hava og faa tilboð sambært § 16 og § 27 í forsorgarlógini og útreiðslurnar av hesum tilboðum í tíðarskeiðinum 2009 2018. Talvan omanfyri vísir, at samanlagt faa 29 borgarar tilboð í 2017 og eru hetta fleiri enn í 2009, ta 21 borgarar fingu tilboð sambært § 16. í tíðarskeiðinum 2009-2013 vóru tað í miðal 19 borgarar, sum 7 fingu tilboð sambært § 16. Samlaðu útreiðslurnar til hesi tilboð eru eisini hækkaðar úr 10,6 mió.kr. í 2009 til 30 mió.kr. í 2017.1 Eisini vísir talvan, at fleiri tilboð eru skipað í Føroyum síðani 2014, ta avgerðin um at skipa fleiri tilboð í Føroyum varð tikin. í dag eru 19 borgarar, sum faa bú- og viðgerðartilboð í Føroyum sambært § 27 meðan 2 borgarar faa tilboð uttanlands.2 útreiðslurnar til hesi tilboð eru hækkaðar úr 5 mió.kr. og til 19,3 mió.kr. fra 2014 og til 2017. Hinvegin vísir talvan eisini, at talið av borgarum, sum faa tilboð sambært § 16 er vaksandi og at útreiðslurnar til hesar fyriskipanir eru hækkaðar úr 1,4 mió.kr. til 10,7 mió. kr., í tíðarskeiðinum 2014 og til 2017. Hetta merkir, at tað eru fleiri, sum vegna dóm ella rættarúrskurð faa tilboð og at tilboðini til hesi eru vorðin dýrari. Mett verður, at í tíðarskeiðinum 2009-2013 vóru umleið 2 borgarar um arið sum vegna dóm ella rættarúrskurð hava fingið tilboð, meðan talið er í miðal 5 persónar um arið fra 2014 til í dag. Um hugt verður at dagsprísi, finnast dømi um, at dagsprísurin í tíðarskeiðinum 2009 til 2013, la fra at vera 685 kr. og upp í 7.339 kr. Tað er ójavnt, hvat hesin dagsprísurin fevndi um. Talan kann vera um sosialpedagogisk tilboð og/ella psykiatriska viðgerð, skúlaundirvísing, búvenjing og meting av arbeiðsførleika. í tíðarskeiðinum fra 2014 til 2017 liggur dagsprísurin at vera fra 40 kr. til at vera 10.644 kr. Dagsprísurin undir § 16 og § 27 uttanlands kann framhaldandi umfata tað sama, meðan dagsprísurin fyri § 27 í Føroyum ikki umfatar skúlaundirvísing ella psykiatriska viðgerð. 2.3 Samanumtøka tørvurin tykist vera vaksandi Samanumtikið kann staðfestast, at samlaða talið av borgarum, sum faa tænastur er hægri í dag enn í 2014, ta avgerð varð tikin um at stovna fleiri tilboð í Føroyum. Tað eru framhaldandi borgarar, sum faa tilboð uttanlands. Staðfestast kann eisini, at talið av borgarum, sum vegna dóm ella rættarúrskurðfaa tilboð fra Almannaverkinum er vaksandi. Samlaðu útreiðslurnar til tilboðini eru eisini hækkaðar úr 10,6 mió.kr. til 30 mió. kr. í tíðarskeiðinum 2009-2017. 1útreiðslurnar í tíðarskeiðinum fra 2009 -2014 fevna um heildartilboð uttanlands, meðan útreiðslurnar av § 27 tilboðum í Føroyum fra 2014 og til 2017 einans fevna um bú- og viðgerðartilboð, sum Almannaverkið veitir 2 Viðmerkjast skal, at a fíggjarlógini fevnir kontoin Virksemi uttanlands eisini um útreiðslur sambært skjali A L. nr. 717 fra 18. november 1987 um heildarveiting til føroyska almannaøkið, har landskassin rindar útreiðslur fyri føroyingar a stovni í Danmark v.m. Hesar útreiðslurnar hava onki við § 16 ella § 27 tilboð at gera og er jattanin og útreiðslurnar ikki tiknar við her. Talan eru føroyingar, sum ikki eru komnir heim til Føroyar aftur síðani 1960 -70 arini ta nógvir føroyingar fingu stovns plass a a eitt nú Rødbygard, Ongin nýggjur borgari kemur undir hesa skipanina. 8 3. Tey ungu hava tørv a einum tyssi av tillagaðum tilboðum í triðja parti lýsir arbeiðsbólkurin eina røð av tilboðum, ið vit meta mugu vera til taks hja teimum ungu, sum stríðast við hesar alvarsligu fleirtattaðu avbjóðingar. í sambandi við at tilmælið varð orðað hevur arbeiðsbólkurin gjørt metingar av, hvussu mong ung talan er um, sum hava víðfevndar salarligar og sosialar trupulleikar og samstundis eru í alvarsligum trupulleikum av rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu. Arbeiðsbólkurin metir, at tað í løtuni eru aleið 10 ung, sum hava tørv a einum øðrvísi tilboði enn tað almenna kann bjóða í dag og sum hetta tilmælið fevnir um. Metingin byggir a royndir og vitan hja umboðunum í arbeiðsbólkinum til tey ungu, sum javnan í sínum lívi hava verið og framvegis eru í sambandi við ymsu geirarnar: Tey ungu hava øll fingið hjalp bæði í psykiatriini og í Almannaverkinum og fleiri teirra eru kend í Kriminalforsorgini vegna lógarbrot. Meginparturin av hesum eru mannfólk í aldrinum 18-30 ar, men arbeiðsbólkuirn metir eisini, at tað eru einstøk ung undir 18, sum høvdu havt gagn av einum øðrvísi tilboði. Talan er um ung, sum stríðast við ymiskar, samansettar og sera umfatandi trupulleikar, eitt nú: Salarórógv/psykiatriska diagnosu Atferðartrupulleikar Umsorganarsvík Menningartarn Rúsdrekka ella rúsevnamisnýtslu Lógarbrot Avvíkjandi seksuellan atburð Samanumtikið er talan um ung við víðfevndum trupulleikum, sum ikki megna at taka hond um seg sjalvan og sum harvið kunnu vera til vanda bæði fyri seg sjalvan og onnur í samfelagnum. Sum víst varð a omanfyri, eru tað eisini ung, sum eru dømd til stovnstilboð og hevur Almannaverkið skyldu til at veita teimum eitt tilboð. í tilgongdini at evna til hetta tilmælið, hevur arbeiðsbólkurin tosað við ung, sum sótu í varðhaldi í Mjørkadali og sum hava tilknýti til ymiskar myndugleikar. Eitt, sum tey ungu sjalvi vístu a er, at tey kenna tað sum um, at tey eru slept uppa fjall og at tey skulu brúka eina rúgvu av tíð og orku uppa at finna fram til, hvør hevur abyrgd av hvørjum og at senda umsóknir v.m. til ymiskar myndugleikar. Teirra fatan var, at tað atti at verðið staðfest, hvør skal taka hond um tey, møta teimum, har tey eru, og sum tey kunnu venda sær til at faa hjalp. Kriminalforsorgin hevur víst a, at tað er ein trupulleiki, at ta tey ungu hava verið í varðhaldinum, so mangla nøktandi tilboð og møguleikar, ta tey koma út. Nøkur teirra hava ongan bústað, onnur hava onki arbeiði ella útbúgving og fella tey tískil ofta a somu óhepnu ras. 9 Vantandi tilboðini kunnu í roynd og veru hava ta avleiðing, at tey aftur fremja lógarbrot til tess at koma aftur í varðhaldið, tí lívið kenst so trupult, at einasti útvegur er at koma aftur í Mjørkadal, har karmarnir eru støðugir og gerandisdagurin í einari fastari legu. Almannaverkið vísir a, at tey hava trupulleikar við at hýsa teim ungu, tí tað vanta nógv búplass, og at tað kann vera trupult at varðveita leigumal til hesi ungu. Harumframt verður víst a, at tey ungu, sum hava búplass, hava umfatandi tørv a eitt nú rúsevnaviðgerð og er hetta ein viðgerð, sum Almannaverkið í løtuni ikki hevur førleikar ella jattan til at veita. Eisini kann tað vera torført at faa tey ungu í arbeiði ella í útbúgving, tí tey hava ringt við at fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella útbúgvingarstovnarnar. Nógv av teim ungu hava harafturat fíggjarligar trupulleikar at dragast við orsakað av skuld. Almannaverkið hevur somuleiðis víst a, at tað eru avbjóðingar í mun til skylduna at veita teim ungu, sum eru dømd, nøktandi tilboð. Sum lýst omanfyri hevur ein stórur partur av teimum ungu eisini viðgerðarkrevjandi psykiatriskar avbjóðingar at stríðast við. Nøkur teirra faa viðgerð í Psykiatriini, men orsakað av, at tey ikki hava fastan bústað og í heila tikið ikki ein skipaðan og innihaldsligan gerandisdag, kann tað vera torført at veita teimum neyðuga og støðuga viðgerð. Samanumtikið er talan um ung fólk, sum hava umfatandi, men ymiskar og samansettar trupulleikar. Tískil eisini tørv a ymiskari hjalp, viðgerð og stuðli. Felags er tó, at øll hava tørv a at faa skipað viðurskifti viðvíkjandi: bústaði, luttøku a arbeiðsmarknaðinum og/ella útbúgving, heilivagi/psykiatriskari viðgerð /salarfrøðiligari viðgerð viðgerð fyri rúsdrekka- ella rúsevnamisnýtslu fíggjarviðurskiftum sosialum sambondum og frítíðarítrivum Seinni verður innihaldið lýst nærri og grundgivið. 3.1 Ung dømd Sum víst a í innganginum hevur Almannaverkið skyldu til at veita tilboð til persónar, sum dómsvaldið hevur avgjørt skulu hava tilboð. Tað er dómsvaldið, ið aleggur Almannaverkinum eina skyldu, men tað er Almannaverkið, ið visiterar viðkomandi borgarar a rætta stað. Tað vil siga, at Almannaverkið skal syrgja fyri, at borgararnir faa hóskandi tilboð, ið samsvara við tað, ið asett er í dóminum. Almannaverkið hevur víst a, at tað eru avísar avbjóðingar at liva upp til skylduna at veita tilboð til hesar borgarar í Føroyum. Ein avbjóðing er samskiftið millum dómsvaldið og Almannaverkið, har tað kann ganga ov long tíð fra dómur er sagdur til at Almannaverkið fær boð um at tilboð skal veitast einum borgara. Almannaverkið hevur ikki tøk plass a bú- og viðgerðarstovnum ella vardum bústøðum. Tískil er 10 neyðugt at finna plass umframt at innihaldið í tilboðnum eisini skal skipast í hvørjum einstøkum føri. Harumframt kann tað veraa ein avbjóðing at røkka borgaranum við sosialpedagogiskari viðgerð og serliga trupult kann tað gerast, ta borgarin eisini skal hava viðgerð fra øðrum myndugleikum - eitt nú psykiatriska viðgerð ella rúsviðgerð. Tað er eisini ógreitt, hvussu farast skal fram, um tað vísir seg, at Almannaverkið aðrenn tíðarskeiðið fyri eftirlitið er farið metir, at ongi útlit eru fyri at røkka endamalinum við fyriskipanini. Samanumtikið metir Almannaverkið, at tørvur er a at faa meira skipað samstarv og samskifti millum akærumyndugleika og Kriminalforsorgina bæði aðrenn dómur er fallin, ta fyriskipanin skal fyrireikast og meðan fyriskipanin virkar. Eisini hevur tað víst seg, at Almannaverkið hevur trupult við at handfara dómar, ið snúgva seg um sokallaða ungdomssanktion sbrt. § 74 a í revsilógini. Hóast dómsvaldið hevur heimild at døma hesa revsing í Føroyum, hevur forsorgarlógin ongar heimildir, ið eru serliga ætlaðar til hesa revsing av ungum undir 18 ar. Av hesum avum er torført hja Almannaverkinum til fulnar at røkja skylduna at veita tilboð til hesar borgarar í Føroyum. Almannaverkið hevur tó enn møguleika at senda avísar borgarar av landinum, men hendan loysnin er ikki altíð tann skynsamasta, sæð í mun til tørv og ressursir annars. Almannamalaraðið asannar, at heimildir vanta í verandi sosialu lóggavuni, og av hesum avum er Almannamalaraðið í løtuni í holt við at gera eina tænastulóg og eina lóg um tvingsil, ið samanlagt fer at veita Almannaverkinum betri og meir fjølltattaðar møguleikar í mun til at røkja skylduna at taka ímóti borgarum sbrt. § 16 í revsilógini smb. § 16 í forsorgarlógini. ítøkiliga er støðan tann, at Almannaverkið hevur tørv a fleiri heimildum, til tess at røkja skylduna sambært § 16. Meðan revsilógin í høvuðsheitum er tann sama í Føroyum og í Danmark, er stórur munur a sosialu lóggavuni í baðum londum. Eitt nú er ikki útgreinað í føroyskari lóggavu, hvussu ein lukkaður stovnur í Føroyum skal virka og a hvønn hatt ein stovnur kann læsast. Fleirtattaðar heimildir vanta a økinum og løgtingsins umboðsmaður hevur eisini víst a hetta a síni eftirlitsvitjan a stovnum undir Almannaverkinum í 2007. 3.2 Tvingsilsnýtsla í sambandi við sosialpedagogiska viðgerð Almannaverkið hevur somuleiðis víst a, at tørvur er a greiðari lógarheimild fyri at kunna taka neyðug stig, ta talan er um borgarar, sum ikki vilja ella megna at luttaka í viðgerðini a eitt nú bú- og viðgerðartilboði. Eitt nú kann tað vera torført at halda teim ungu fra rúsdrekka ella rúsevnum, sum so aftur kann hava við sær, at tann ungi ikki kann røkkast við sosialpedagogiskari viðgerð ella psykiatriskari viðgerð. Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt spurningin um, hvørt tað skal vera møgulig at afturhalda ungum í bútilboðnum til sosialpedagogiska viðgerð, rúsviðgerð ella aðra viðgerð. 11 A almennum grundarlagi er heimild at nýta tvingsilsinntriv skipað í forsorgarlógini við tilhoyrandi kunngerð um valdsnýtslu a stovnum fyri fólk við víttfevnandi likamligum ella salarligum breki. Heimild er fyri at taka avgerð um, at ein borgari skal setast a afturlatnan stovn. Sambært § 3 í kunngerð um valdsnýtslu a stovnum fyri fólk við víttfevndum likamligum ella salarligum brekum eigur heimildin at seta a afturlatnan stovn tó bert at nýtast sum liður í eini viðgerðarætlan, og bert um tiltakið er alneyðugt til tess at forða fyri, at viðkomandi skaðar seg sjalvan ella onnur, og at tað ikki hevur verið møguligt a raðiligan hatt at forða hesum við øðrum hóvligari raðum. Tað er somuleiðis heimild fyri at halda borgarum føstum, um støðan gerst braðfeingis og hættislig, sum asett er í kunngerðini. Sum nevnt omanfyri vanta sum heild asetingar um tvingsilsinntriv í lóggavu, galdandi fyri forsorgarlógina. Tískil eru heimildirnar hja myndugleikanum í mun til t.d. ung, ið búgva a stovni, ið myndugleikin varðar av, skerdar. Myndugleikin hevur tó altíð rætt at nýta neyðverju og neyðrætt. Bæði hugtøkini eru skipað í revsilógini. Neyðverja gevur myndugleikanum ein lógartryggjaðan rætt at nýta lutfalsligan tvingsil, ta starvsfólk eru undir alopi og ikki kunnu faa hjalp fra løgregluni. Støðan skal vera brafeingis og hættislig. Neyðrættur merkir, at ein gerð, ið vanliga er revsiverd, er órevsiverd, um so er, at gerðin verður mett neyðug til tess at forða fyri, at ein persónur ella ogn verður fyri stórum skaða. Eitt nú hava starvsfólk loyvi at bróta seg inn a eitt kamar um eldur er í ella støðan er braðfeingis og hættislig av øðrum avum. Harafturat hevur myndugleikin eina heimild at skipa viðurskiftini a stovninum uttan lógarheimild. Talan er um reglur, ið snúgva seg um skilhald og sum skulu tryggja, at stovnurin virkar eftir ætlan. Hetta er galdandi fyri eitt nú búfelagsskapir, sambýli o.a. Heimildin er torfør og liggur uppat viðurskiftum, ið annars krevja greiða lógarheimild t.d. inntriv, ið mugu metast sum tvingsil ella frælsistøka. Folketingets Ombudsmand sigur soleiðis um evnið í einari fragreiðing fra 2010: Det vanskelige er imidlertid hvad anstaltsforholdet giver hjemmel til. For det første skal reguleringen være baret af saglige hensyn, og den ma ikke ga videre end nødvendigt af hensyn til institutionens formal og virksomhed. For det andet gælder ogsa her almindelige forvaltningsretlige grundsætninger, herunder om proportionalitet og om at forskelsbehandling skal være sagligt begrundet. Og for det tredje kan borgernes friheds- og menneskerettigheder, først og fremmest i Grundloven og Den Europæiske Menneskerettighedskonvention (EMRK), medføre nogle væsentlige begrænsninger i hvordan man ud fra anstaltsforholdet kan regulere borgernes forhold. 12 Tískil kann sigast, at ein stovnur kann gera reglur um nýtslu av rúsdrekka, rúsevnum og onnur viðurskifti, ið hava við stovnin at gera. Eisini nær friður skal valda a stovninum o.a. Tó er, sum nevnt omanfyri, torført hja starvsfólki at nýta heimildina og frægasta loysnin er heldur at skipa viðurskiftini í lóggavu, soleiðis at ivi ikki er um, nær heimildin er í lagi og nær hon fer ov langt. Sum dømi ber ítøkiliga til at aseta, at heimild er í lóggavu at gera skilhaldsreglur og samstundis aseta, hvussu vítt hesar reglur kunnu fara. 3.3 Bústaðartilboð Almannaverkið kann sambært forsorgarlógini veita bústaðartilboð til borgarar, sum hava týðandi likamlig ella salarlig brek ella umfatandi sosialar trupulleikar. Bútilboðini verða skipað sum fyribils tilboð sambært § 27 og meira varandi tilboð sambært § 32. Endamalið við fyriskipanum sambært § 27 er við viðgerð og stuðli at menna og uppbyggja sosialar og persónligar førleikar og at menna borgaran til í størst møguligan mun at klara seg sjalvan í egnum bústaði ella í einum vardum bústaði. Varandi vardur bústaður kann sambært § 32 í forsorgarlógini veitast persónum, sum hava týðandi likamligt ella salarligt brek ella víttfevnandi sosialar trupulleikar. Bústaðirnar verða sum búfelagsskapur, sambýli ella røktarbústaður. Harumframt veita sjalvbodnir felagsskapir serlig bútilboð til persónar við víttfevnandi sosialum trupulleikum, sum ikki eru førir fyri at útvega ella fasthalda ein varandi bústað. Serligu bútilboðini verða partvíst fíggjað av stuðli, sum sjalvbodnu felagsskapirnir faa sambært § 32 e í forsorgarlógini. Borgarar, sum hava ein bústaðarsosialan tørv, hava eisini møguleika fyri umvegis Almannaverkið at faa tillutað ein bústað fra almenna bústaðarfelagnum Bústaðir. Almannaverkið kann tilluta 5.hvørja íbúð hja Bústøðum. Almannaverkið hevur sambært § 16 í forsorgarlógini skyldu at veita bústaðartilboð sbrt. §§ 27 og 32 til persónar, ið sambært rættarúrskurði skulu sinniskannast, sambært rættarúrskurði ella dómi skulu setast í varda fyriskipan ella vera undir eftirliti ella sum treyt fyri akæru afturtøku ella royndarleyslating verða settir í varda fyriskipan ella undir eftirlit. Rættarskipanin kann taka avgerð við dómi, rættarúrskurði ella sum ein fyrisitingarlig avgerð sbrt. § 49, stk. 2 í revsilógini. Almannaverkið hevur skyldu at laga seg eftir avgerð rættarinnar og veita hesum borgarum tilboð. í roynd og veru merkir hetta, at hesir borgarar ikki verða settir a ein bíðilista sum aðrir borgarar, ið fevndir eru av forsorgarlógini. Almannaverkið hevur abyrgd av, at stovnurin ella bústaðurin hevur neyðuga trygdarfyriskipan og, um neyðugt, virkar sum afturlatin stovnur ella bústaður. A tann hatt er tað Almannaverkið, ið ítøkiliga visiterar viðkomandi borgara a rætta stað. Um Almannaverkið ikki metir seg kunna hýsa viðkomandi 13 undir nøktandi umstøðum, er heimild fyri, at Almannaverkið rindar fyri uppihald til borgaran a hóskandi stovni uttanlands. Onkur av teim ungu, sum tilmælið fevnir um, hava ongan bústað, summi búgva a sofum hja vinum og kenningum, meðan onkur hevur bústað a Herberginum, sum er skipað sambært forsorgarlógini, og sum Frelsunarherurin rekur. Eisini eru nøkur, sum búgva í sjalvstøðugari íbúð, sum tey leiga fra privatum, men hava torført við at varðveita bústaðin, orsakað av vantandi strukturi í gerandisdegnum, og tí tey hava torført við at halda íbúðina og at halda gjaldsavtalur v.m. Eisini eru ung, sum búgva a bú- og viðgerðarstovni og stovnslíknandi fyriskipan, sum eru skipað sambært forsorgarlógini. Endamalið við hesum fyriskipanum er við viðgerð og stuðli at menna og uppbyggja sosialar førleikar og at menna ein borgara í størst møguligan mun at klara seg sjalvan í egnum bústaði ella í vardum bústaði. Kriminalforsorgin kann ikki royndarleyslata fólk, uttan at tey hava hóskandi bústað. í Danmark eru sokallaði pensionat, har tey ungu kunnu búleikast í eitt avmarkað tíðarskeið, aðrenn tey so líðandi fara út aftur. Henda møguleika hevur Kriminalforsorgin ikki í Føroyum. Tí verða tey ungu noktað royndarleyslating ella leyslatin til ivasom búplass, sum tey hava torført við at varðveita. í sambandi við arbeiðið hevur arbeiðsbólkurin, sum aður nevnt, verið a vitjan í Mjørkadali. Stórur partur av hølunum har stendur óbrúktur og tað hevði borið væl til at skipa pensionat ella útslúsingartilboð, sum kundu verið atkomulig fyri bæði tey sum hava verið í varðhaldi og fyri onnur ung, sum hava líknandi avbjóðingar. Sum lýst omanfyri eru fleiri bú- og viðgerðarstovnar skipaðir í Føroyum síðani 2014 og veitir Almannaverkið í løtuni 19 borgarum tilboð. Almannaverkið hevur víst a, at nøkur av teim ungu, sum faa bútilboð mangla eitt nú rúsevnisviðgerð og psykiatriska viðgerð og tí hevur Almannaverkið torført við at røkka teim ungu við sosialpedagogiskari viðgerð einans. Tørvur er tískil a, at samstarv er við aðrar myndugleikar um m.a. psykiatriska viðgerð og rúsevnisviðgerð. Víst hevur verið a dømi um gott samstarv millum Almannaverkið og Psykiatriska depilin í mun til viðgerð til ung við salarligum trupulleikum, sum faa tilboð a einum bú- og viðgerðarstovni, sum er skipaður sambært § 27. Endamalið við hesum tilboði er at skapa fortreytir fyri, at ung við víttfevndum salarligum trupulleikum kunnu taka aktivan lut í egnum viðurskiftum og luttaka a jøvnum føti við onnur í samfelagnum. Dentur verður lagdur a at stuðla tí unga at faa ein gevandi og mennandi gerandisdag við m.a. eisini at hjalpa teimum at fara undir útbúgving, koma í arbeiði ella okkurt annað. Bú- og viðgerðarstovnurin hevur tætt samstarv og samband við Psykiatriska depilin, sum veitir teim ungu psykiatriska viðgerð og Mentamalaraðið/Sernam, ið veitir nøkrum av teim ungu skúlatilboð. A henda hatt verður í felag miðað eftir, at tey ungu stig- og miðvíst faa eitt sjalvstøðugt lív við einum gevandi og mennandi gerandisdegi a jøvnum føti við onnur ung. 14 Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt møguleikan fyri at skipa ein bú- og viðgerðarstovn, sum burturav skal hýsa malbólkinum í tilmælinum og er samdur um at mæla fra, at malbólkurin verður samlaður a einum stovni. Heldur skal miðast eftir, at tey ungu, sum ikki hava ein fastan bústað ella búplass fra Almannaverkinum, faa ein fastan bústað í sjalvstøðugari íbúð við stuðulstilboði fra Almannaverkinum og øðrum myndugleikum Almannaverkið hevur samband við onkrar danskar stovnar, sum hava sokallaðar matrikkul leysar stovnar (verkætlanir) har starvsfólkabólkar (task-forces) skipa ymisk tilboð kring um í landinum, sum ikki eru knýtt at einum avísum matrikli. Nøkur leiga eitt summarhús í eitt avíst tal av vikum og viðgerðin fer so fram í nærumhvørvinum við at brúka nattúruna. Hetta kundi t.d. verið a útoyggj. Almannaverkið hevur fyrr keypt tænastur fra líknandi stovnum í Danmark og metir, at slíkar fyriskipanir kunnu skipast í Føroyum. Forsorgarlógin heimilar, at vit eisini í Føroyum skipa líknandi tilboð. Sambært § 27 kunnu sokallaðar stovnslíknandi fyriskipanir, sum m.a. fevna um smidlig tilboð, ið eru knýtt at einum verandi tilboði, har heimabúgvandi persónar kunnu koma til avísar fyriskipanir, ella har tilboðini, ið bú- og viðgerðarstovnur veitir, verða veitt í heiminum hja viðkomandi. Hinvegin metir arbeiðsbólkurin avgjørt, at myndugleikarnir eiga at taka støðií royndunum fra tí samstarvinum og arbeiðshattinum, sum er a bú- og viðgerðarstovnunum fyri ung við salarligum avbjóðingum, í sambandi við, at hesi ungu skulu hava eina hjalpandi hond. 3.3.1 Samanumtøka ein tryggur bústaður er ein fyritreyt fyri menning Arbeiðsbólkurin er samdur um, at ein fastur bústaður er ein fyritreyt fyri, at tey ungu kunnu loftast og faa neyðuga viðgerð. Tískil er alneyðugt at skipa soleiðis fyri, at tey ungu faa ein virðiligan og fastan bústað. Bólkurin mælir til, at arbeitt verður miðvíst við at útvega teim ungu ein fastan bústað og seta inn við tænastum og viðgerðum, sum gera tað møguligt hja teim ungu at varðveita bústaðin. Mælt verður til, at arbeitt verður í størri mun við sokallaðum matrikkul leysum stovnum, sum verða skipaðir sum stovnslíknandi fyriskipanir sambært § 27 í forsorgarlógini. Samstundis metir bólkurin, at eitt heildartilboð er avgerandi fyri, at tey ungu kunnu faa og varðveita ein bústað. Tískil er alneyðugt at arbeitt verður miðvíst við øllum lívsins viðurskiftum rundanum borgaran soleiðis, at borgarin kann varðveita sín bústað. 3.4 Luttøka a arbeiðsmarknaðinum ella útbúgving Arbeiðsbólkurin er av tí fatan, at tað hevur alstóran týdning, at hesi ungu hava ein gerandisdag, sum øll onnur. At tey hava eitt arbeiði at fara til ella eru undir útbúgving. At vera virkin kann í sjalvum sær skapa størri salarligan trivnað og nøgdsemi og er við til at faa ein skipaðan gerandisdag. Tað er a arbeiðsplassinum ella í skúlanum at sosial bond verða knýtt og sosialar spælireglur verða lærdar. 15 Samanumtikið hava tey ungu, sum hetta tilboðið skal fevna um, ógvuliga trupult at faa og varðveita eitt arbeiði av fleiri orsøkum, sum longu eru nevndar omanfyri. Tey hava tí ofta hjalp fyri neyðini. Føroyski arbeiðsmarknaðurin er eins og í øðrum londum broyttur nakað seinnu arini. Tað eru alsamt fleiri størv, sum krevja útbúgvingar av ymiskum slagi og tað eru eisini alsamt fleiri bóklig krøv til ymiskar handaligar útbúgvingar. Harumframt verður tað í stóran mun lagt upp til, at øll í minsta lagi skulu hava eitt miðnamsskúlaprógv. Nógv av teimum ungu hava eina trupla skúlasøgu at dragast við, tí tey hava havt torført við at fóta sær í skúlaskipanini. Nøkur av teim ungu hava ikki eitt fólkaskúlaprógv. Tað eru avís skúlatilboð, sum eru malrættaði til borgarar. Eitt nú bjóðar Dugni skúlatilboð, fyrireiking til 9. flokk og 9. flokk. Somuleiðis er fólkaskúlin eisini ein møguleiki. í fleiri kommunum hevur kvøldskúlin eisini tilboð um skeið í einstøkum lærugreinum. Gjøgnum arini hava nógv ung fingið møguleika at faa arbeiði umborð a skipum, men í takt við, at tað eru vorðin færri skip og tøknin hevur tikið yvir fleiri funktiónir umborð, samstundis sum krøvini til manningina gerast størri, so eru tað avmarkaðir møguleikar hja teim ungu at sleppa til sjós. Tað hevur víst seg, at nøkur av teim ungu longu a ungum arum hava skipað eina dupulta tilveru eina a sjónum og eina a landi. Onkur hevur ikki trupult við at vera rúsfrí, meðan tey eru a sjónum, men megna ikki tilveruna uttan at rúsa seg, meðan tey eru heima. Ein møguleiki er tí at sleppa til sjós og so faa røttu karmarnar um gerandislívið, ta ið tey eru í landi. Almannaverkið umsitur skipanina við arbeiðsfremjandi tiltøkum, ið hevur til endamals at stuðla undir, at borgarar, sum hava skerdan arbeiðsførleika, men sum Almannaverkið metir kunnu uppihalda sær sjalvum, kunnu luttaka a vanliga arbeiðsmarknaðinum. Skipanin inniheldur eina røð av møguleikum fyri, at tann ungi kann faa hjalp/stuðul/raðgeving til at koma út a vanliga arbeiðsmarknaðin ella fara undir útbúgving. Talan kann vera um útbúgvingar heilt fra grundini t.v.s. ein persónur kann faa stuðul at taka frafaringarroynd fólkaskúlans og eisini til eftirfylgjandi útbúgvingar so miðnam, yrkisútbúgving og aðrar førleikagevandi útbúgvingar. Arbeiðsfremjandi tiltak kann eisini vera a sjalvum arbeiðsmarknaðinum við eini avklarandi arbeiðsroynd har kannað verður, hvat borgarin megnar ella arbeiðsvenjing, sum er meira sum eitt vanligt arbeiði, har Almannaverkið í eina avmarkaða tíð rindar lønina. Tillagað starv er ein varandi fyriskipan a vanliga arbeiðsmarknaðinum, har arbeiðsgevarin rindar løn fyri tað, sum arbeiðstakarin leggur eftir seg a arbeiðsplassinum, og har Almannaverkið rindar eitt lønarískoyti, soleiðis at inntøkan svarar til sattmalaløn. Arbeiðsfremjandi tiltøk eru vanliga ikki hóskandi til persónar, sum eru í eini misbrúksstøðu, men tað er Almannaverkið, sum metir, um viðkomandi megnar at fullføra eina útbúgving ella kann standa seg a arbeiðsmarknaðinum. 16 Veiting um manaðin eftir skatt og gjøld, sbrt. lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (umleið) Viðm.: tey, sum hava børn, kunnu umframt veitingarnar omanfyri eisini faa eina røð av barnastuðlum Tey, sum eru undir yrkisútbúgving faa vanliga lærlingaløn (har Almannaverkið vanliga rindar ein part av lønini), men tey kunnu eisini undir avísum umstøðum faa sattmalaløn. Tey, sum eru í tillagaðum starvi, faa vanliga sattmalaløn innan yrkið har tey arbeiða. Seinastu arini hevur Almannaverkið arbeitt miðvíst við at skapa samband við privata og almenna arbeiðsmarknaðin og hevur eisini gott samstarv við eitt nú Dugna og Fountainhúsið, ið eru skipanir, sum hava til endamals at hjalpa fólki at koma a arbeiðsmarknaðin aftur. Sum nevnt omanfyri er skipanin við arbeiðsfremjandi tiltøkum vanliga ikki hóskandi til persónar, sum eru í eini misbrúksstøðu, men tað er Almannaverkið, sum metir um og ger av um viðkomandi megnar at fullføra eina útbúgving ella kann standa seg a arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsbólkurin metir, at ein sentral uppgava er at stuðla teimum ungu at faa og varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella útbúgvingarheimin umvegis skipanina við arbeiðsfremjandi tiltøkum og at viðvirka til, at nøkur av teim ungu, sum megna tað, faa møguleika at faa arbeiði umborð a skipi. Umraðandi er at faa í lag samstarv við verandi partar a arbeiðsmarknaðinum - eitt nú Arbeiðsgevarafelagið og Reiðarafelagið fyri at skapa møguleikar, sum ikki eru so lættir at troyta í dag. 3.5 Psykiatrisk viðgerð og onnur viðgerð Ein stórur partur av teimum ungu, sum tilmælið fevnir um, stríðist við viðgerðarkrevjandi psykiatriskar avbjóðingar. Sambært sjúkrahúslógini hava øll, ið búgva í Føroyum, rætt til ókeypis viðgerð fra sjúkrahúsverkinum. Rætturin til ókeypis viðgerð fevnir eisini um viðgerð í Danmark ella í einum øðrum landi, eftir nøkrum givnum reglum. Tað vísir seg, at viðgerðin ofta er trupul, tí hon er treytað av avísum strukturi í rammunum rundan um, t.d. um takast skal heilivagur regluliga, at møta upp til terapeutiskar samtalur ella aðra viðgerð. Samstundis er ofta nærum ein treyt fyri at onnur atøk skulu muna, at t psykiatrisku trupulleikarnir Eisini verða viðgjørdir. Tí er eisini umraðandi, at Psykiatriski depilin og viðgerðir har, eru við í hesum atakinum. Psykiatriska viðgerðin kann tillagast eftir, hvør tørvurin er og hvar í viðgerðartilgongdini sjúklingurin er. Tað er Forsyrgjaraskyldu mótvegis børnum - búgva einsamøll 11.800 Forsyrgjaraskyldu mótvegis børnum - sambúgvandi 9.700 25 ar og eldri, uttan børn - búgva einsamøll 10.200 25 ar og eldri, uttan børn - sambúgvandi 7.600 Yngri enn 25 ar, uttan børn - býr ikki hja foreldrum 6.500 Yngri enn 25 ar, uttan børn - býr hja foreldrum 4.300 17 eisini neyðugt at skipað verður fyri greining av, hvørjir trupulleikarnir eru og viðgerðin sett í verk eftir hesum. Psykiatriski depilin hevur møguleika at bjóða psykiatriska læknaviðgerð, sum kann umfata stuðlandi samtalur og heilivag, terapeutiskar samtalur, ergo- og fysioterapi og í ein avísan mun musikkterapeutiska viðgerð. Ein part av viðgerðini ber eisini til at geva í nærumhvørvinum og hugsast kann eitt tilknýti til økispsykiatriska toymið. Tað kann eisini við hvørt vera talan um sjúklingar, sum hava dóm til psykiatriska viðgerð, men viðgerðartilboðið er sum so tað sama. Kriminalforsorgin bjóðar Anger Management, sum er eitt kognitivt skeið, út nakrar ferðir um arið. Hetta er eitt skeið til fólk, sum hava trupult við at klara konfliktstøður og ofta tríva til harðskap. Skeiðið, sum varar tvær vikur og so ein uppfylgjandi dag, hevur til endamals at geva luttakarunum onnur amboð at taka til, enn harðskap. Kriminalforsorgin hevur sera góðar royndir av hesum, men tað stendur ikki einsamalt, um brúkarin eisini hevur rúsevnis- ella salarligar trupulleikar. Hetta er til bólkar. Eisini arbeiðir Kriminalforsorgin við RNR, sum stendur fyri Risk Need Responcivity. Talan er um eitt amboð til at kanna í hvønn mun tað er vandi fyri, at fólk fara at fremja nýggjan kriminalitet. Fólk verða testað og kunnu scora lagt, miðal, høgt og sera høgt. Alt eftir, hvussu tey scora og hvar teirra trupulleikar vísa seg, verður sett inn a hesum økjum. Tað kann verða hugburður, atburður, netverk, rúsevni, salarstøða v.m. Tilgongdin í arbeiðinum eitur MOSAIK, sum er motiverandi samrøður eftir einum kognitivum leisti. Hetta er til einstaklingar. Umframt tað bjóðar Kriminalforsorgin NADA, sum er oyraakupunktur, ið virkar linnandi fyri bæði kropsligar og salarligar avbjóðingar/ órógv. Viðgerðin virkar eisini væl móti abstinensum. Kriminalforsorgin er sinnað at bjóða ungum, sum verða knýtt at toyminum hesar viðgerðir soleiðis at fyribyrgjast kann, at tey ungu ahaldandi koma sær út í kriminalititet og enda aftur í Mjørkadali. 3.6 Viðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu Rúsdrekka- og rúsevnatrupulleikar er eitt vanligt fyribrigdi hja hesum ungu, sum hetta tilmælið viðger. Hesir trupulleikar hava við sær, at tey ungu hava trupult við at klara gerandisdagin, hava ilt við at varðveita arbeiði, skúlaskap og bústað. Harafturat er tættur samanhangur millum rús og fremjan av lógarbrotum. Yvirskipað kann staðfestast, at viðgerðartilboðini til tey ungu eru tøk, og at spurningurin heldur er, hvussu førleikarnir verða gagnnýttir best. Tørvurin hja teimum umleið 10 ungu í aldrinum 16 til 30 ar er sera ymiskur og sannlíkt er, at hesi menniskju eisini hava ymiskan tørv, ta ið tað kemur til rúsviðgerð. 18 Vit hava í Føroyum tríggjar alment stuðlaðar stovnar, ið veita rúsviðgerð. Virksemið er regulerað í avtalu millum einstaka stovnin og Heilsu- og innlendismalaraðið og fíggjað við rakstrarjattan a fíggjarlógini. Harafturat hevur Kriminalforsorgin greitt fra, at tey ungu, sum eru í Mjørkadali, faa tilboð um rúsviðgerð, meðan tey eru inni. Kriminalforsorgin metir ikki, at avrúsingin í sjalvum sær er ein trupulleiki. Avbjóðingin er at halda teim ungu fra rúsevnunum og at geva teimum eitt innihald í lívinum, soleiðis at tey ikki hava tørv a rúsevnunum. Bæði Blakrossheimið og Viðgerðarstovnurin Frælsi bjóða ungum viðgerð. Heilbrigdi hevur ikki eitt serstakt tilboð til ung, men fleiri ung (tó yvir 18) hava verið í viðgerð hja Heilbrigdi. í hesum høpi fara vit tó at lýsa virksemið hja Blakrossheiminum og Viðgerðarstovninum Frælsi. Baðir stovnarnir bjóða ambulanta viðgerð og eru eisini døgnstovnar. Harafturat er møguleiki fyri, at sokallaða eftirviðgerðin eftir avrúsingina kann fara fram har tey ungu búleikast, um tørvur er a tí. Niðanfyri eru tey bæði tilboðini nærri greinað. Blakrossheimið Fyrst og fremst er fatanin hja Blakrossheiminum, at tey síggja seg kunna hava ein høvuðsleiklut í einum rúsviðgerðartilboði sum hesum. Blakrossheimið metir, at ambulanti DAT viðgerðarleisturin hóskar sera væl til hendan malbólk. DAT viðgerðin stendur fyri dialektisk adfærdsterapi og er grundað a gransking. í tilfari sent Heilsu- og innlendismalaraðnum vísir Blakrossheimið eisini a, at nøkur av teimum ungu helst hava tørv a einum fyribils døgntilboði. Bæði tey, ið verða innløgd, og tey, sum faa eitt dagtilboð, høvdu havt gott av DAT, um tey uppfyltu tey inklusións- og ekslusiónskriteriu, sum heimið setir. Blakrossheimið festir seg við, at arbeiðsbólkurin hevur tosað um eitt matrikkulleyst tilboð og halda tey, at tað hóskar eisini væl til DAT-leistin soleiðis, at Blakrossheimið tekur sær av viðgerðarpartinum og aðrir stovnar stuðla við teirra servitan. Blakrossheimið kann sum nevnt bjóða DAT-pakkan: Tað er vikulig førleikamenning fyri bæði ung og foreldur/avvarðandi, ein-til-ein samrøður og telefontænastu 24 tímar um døgnið. í mun til ung, sum hava verið fyri umsorganarsviki, so fellur hetta, sambært Blakross, beint í kjarnuna av grundastøðinum undir DAT. Er talan um ung við autismu, ADHD o.l., so screena tey fyri tað, aðrenn persónurin byrjar í bólkaviðgerð. Um talan er um ung, ið ikki hava fingið staðfest salarliga sjúku, verður altíð farið gjøgnum eina sonevnda commitment fasu, har screenað verður fyri ymisk sløg av salarligum sjúkum, umframt at hugt verður eftir, hvørt tey ungu møta nevndu inklusións- og eksklusiónskriteriu, sum Blakrossheimið hevur. Til tess at veita tilboðið krevjast salarfrøðingar og salarlækni. í løtuni hevur heimið samstarv við Psykiatriska depilin um, at ein psykiatari luttekur í visitatiónini. Harafturat siga tey seg vera liðilig viðvíkjandi samstarvi, staðseting og í mun til aldur. 19 í viðmerkingunum um starvsfólkaorku og kostnaðarætlan verður víst til umsóknina um at skipa DAT- ung, sum Blakrossheimið hevur sent Heilsu- og innlendismalaraðnum. Tann umsóknin er fyri tilboð ætlað einum sannlíkt breiðari bólki av ungum við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu, tó avmarkað til tey 15 til 18 ara gomlu. Viðgerðarstovnurin Frælsi Somuleiðis er fatanin hja Viðgerðarheiminum Frælsi, at tey kunnu standa fyri rúsviðgerðini av teimum ungu, sum koma undir hetta atak. Malbólkurin hja Frælsi eru ung í aldrinum 18 til 24 ar við umfatandi rústrupulleikum og smærri til moderatum salarligum trupulleikum, eitt nú angist, tunglyndi, persónsórógv o.t. Viðgerðartilboðið er fyrst og fremst eitt samdøgurstilboð, men eisini bjóðar stovnurin ambulantar viðtalur uttanfyri stovnin. Somuleiðis bjóðar Frælsi skeið fyri foreldur og avvarðandi. Samdøgurs- tilboðið bjóðar tíð og frið undir tryggum og skipaðum kørmum burtur fra vanliga umhvørvinum við intensivari terapi bæði til einstaklingin og í bólki. Viðgerðarstovnurin Frælsi bjóðar avrúsing ta tað er medisinskt abyrgdarfult - útgreining og viðgerð av ungum. útgreiningin gevur viðgerðastovninum innlit í, hvør tann ungi er og hvørjar avbjóðingar viðkomandi stríðist við. Hetta er grundarlagið fyri víðari viðgerð. Tað er týðandi, at hin einstaki kennir seg tryggan og kennir seg virdan. Millum sentralu viðurskiftini í viðgerðini er at broyta tankamynstrini hja tí einstaka, at faa tann unga at menna seg kensluliga og at bjóða tí unga av, so hann tekur abyrgd fyri egnu avgerðum. Rúsviðgerðin hja Frelsunarherinum arbeiðir við øllum menniskjanum, tí kropsligu, salarligu, sosialu og andaligu dimensjónini. Hetta hongur tætt saman við tí psykoterapeutisku viðgerðarfilosofiini, sum er grundtankin undir viðgerðini. A viðgerðarstovninum arbeiða umframt leiðaran í dag namsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingur og ófaklærdir nattarvaktir. Haraftrat hevur stovnurin avtalu við salarfrøðingar og lækna eftir tørvi. Bólkurin mælir til, at omanfyri nevndu viðgerðartilboð verða bjóðað teim ungu. Tað er torført at meta um kostnaðin av at veita hesum ítøkiliga malbólkinum viðgerð. 3.6.1 Tvingsilsnýtsla í sambandi við viðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu Asannandi at tað er ein trupulleiki at faa tey ungu í viðgerð fyri rúsdrekka og rúsevnamisnýtslu, hevur arbeiðsbólkurin umrøtt spurningin, um tey skulu tvingast í viðgerð. Eingin lógarheimild er fyri at nýta tvingsil í sambandi við íverksetan av viðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu og skal tvingsil nýtast, er neyðugt við greiðari heimild í føroyskari lóggavu. 20 Kjakast verður í dag um evnið í norðurlendsku miðlunum og semja er ikki um, hvørt tvingsilsinntriv ella sjalvbodnar loysnir eru frægast í mun til viðgerðina. Serliga verður kjakast um hvørt misnýtarar, ið eru við barn, skulu tvingast í viðgerð til tess at verja ófødda barnið. Donsk kanning fra 2011 fra Det nationale forskningscenter for velfærd, ið nevnist forskning om tvang i misbrugsbehandling fra 2011, viðger og kortleggur hettar vandamal fra norskum, svenskum og donskum sjónarhorni. í stuttum kann sigast, at kanningin staðfestir, at tað er ymiskt, hvussu hesi viðurskifti verða fatað í hesum londum. í Svøríki og Norra er endamalið við viðgerðini at skapa eitt sokallað drug-free society. í Danmark verður ikki hildið, at eitt slíkt endamal letur seg gera í roynd og veru, og tískil er dentur heldur lagdur a at fremja eina miðvísa avmarking av skaðanum, ið misnýtslan skapar. Av somu orsøk er lóggavan í hesum Norðurlondum eisini ymisk. Svenska lóggavan loyvir tvingsli um aðrir møguleikar sýnast vónleysir og misnýtarin setir sína heilsu og lív í stóran vanda. Norska lóggavan loyvir eisini tvingsli, har dentur serliga er lagdur a heimildina at nýta tvingsil móti misnýtarum, ið eru við barn og at faa hesar í viðgerð til tess at verja ófødda barnið. Danska lóggavan hevur ikki heimild fyri at nýta tvingsil, men viðgerðarstovnar hava skyldu at geva misnýtarum, ið eru við barn, tilboð um eina avtalu, har tær sjalvbodnar lata seg viðgera undir tvingsli, um neyðugt. Yvirskipað vísur kanningin onki eintýðugt úrslit í mun til um tvingsil er frægari, enn ein sjalvboðin loysn. Víst verður a, at viðurskiftini, ið kanningin avdúkar eru somikið ósambærilig og torgreidd, at tað ikki er møguligt at vísa a, júst hvørjar fortreytir skulu vera til staðar, til tess at tvingsil kann sigast at vera eitt effektivt amboð ímóti rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. Tó er semja um, at um tvingsil skal vera eitt væleydnað inntriv, krevst í minsta lagi ein vælvirkandi og resurssusterk skipan, ið kann bera borgaran víðari út í samfelagið eftir lokna viðgerð. í mun til arbeiðið hja arbeiðsbólkinum kann bara staðfestast, at heimild ikki er í dag fyri at nýta tvingsil í mun til at seta í verk viðgerð fyri rúsdrekka- ella rúsevnismisnýtslu. Tvingsil er altíð eitt alvarsamt inntriv og reisir nógvar spurningar, bæði í mun til rættartrygd, mannarættindi, etikk, samfelagslig virðir o.a. Mett verður neyðugt, at hetta evnið verður sett a breddan fyri seg sjalvan, soleiðis at vit faa lýst og viðgjørt malið bæði fakliga og politiskt. Sum nevnt er hetta eitt vandamal, ið longu er sett a breddan í teimum londum, ið vit vanliga samanbera okkum við. Arbeiðsbólkurin mælir til, at vit í fyrsta lagi faa eina vælvirkandi skipan rundan um borgaran, ið tørvar hjalp. Eina sjalvbodna skipan, ið eggjar til hug hansara at verða rúsfríur, tekur hond um hansara ítøkiliga tørv og stimbrar undir gongdina at faa borgaran aftur at taka ein aktivan lut í samfelagnum a jøvnum føti við onnur. 3.6.2 Samanumtikið brúka tilboðini, ið eru tøk Samanumtikið mælir arbeiðsbólkurin til, at viðgerðin fer fram í samstarvi við teir viðgerðarstovnar, sum longu eru. Givið er, at tørvurin hja teimum ungu er ymiskur, og skal viðgerðartilboðið avspegla 21 ymiska tørvin. Tað verður mett sum ein stórur fyrimunur, at tilboðini eru flytfør, havandi í huga, at fleiri av teimum ungu kunnu faa gagn av, at serliga tann ambulanta viðgerðin fer fram tætt at kenda umhvørvinum. Onnur hava avgjørt eisini tørv a innleggjan, og ta er eitt samdøgursplass ein góður møguleiki. 3.7 Neyðugt við skipaðum og tryggum fíggjarviðurskiftumFíggjarliga grundarlagið hja ungum borgarum, sum hava víðfevndar salarligar, sosialar trupulleikar og alvarsligar trupulleikar av rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu, er ofta ein stór avbjóðing. Tey ungu hava ofta trupulleikar at faa og at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Forsorgarlógin er sokallaða niðasta trygdarnetið og hava borgarar, sum ikki hava nakað uppihaldsgrundarlag t.d. fra arbeiði, øðrum tryggingarskipanum (t.d. ALS ella sjúkradagpeningi), inntøku fra hjúnafelaga ella ognum - rætt til fyribils hjalp sambært forsorgarlógini. Fyrbils hjalp kann verða veitt sum ein braðfeingishjalp, ta ein persónur kemur út fyri eini sosialari hending. T.d. samlívsslit, sjúka, og eisini persónar, sum detta úr øðrum skipanum. Tey, sum ikki hava rætt til fleiri dagar úr ALS ella sjúkradagpengaskipanini, kunnu søkja um fyribils hjalp, og eisini persónar, sum steðga við eini útbúgving, og tí ikki hava eitt inntøkugrundarlag av týdningi (sum gevur rætt til útgjald fra ALS), kunnu faa fyribils hjalp. Veiting um manaðin eftir skatt og gjøld, sbrt. forsorgarlógini Viðm.: tey, sum hava børn, kunnu umframt veitingarnar omanfyri eisini faa eina røð av barnastuðlum Tað er eitt krav til teirra, sum faa fyribils hjalp vegna arbeiðsloysi, at tey skulu í virknisvenjing. Talan er um eitt slag av aktivering, sum vanliga varar í nakrar manaðir. Tey, sum eru í virknisvenjing, faa 1.000 kr. skattafrítt afturat veitingini omanfyri. Hóast veitingin kallast fyribils hjalp, er ikki nakað mark fyri, hvussu leingi fólk kunnu faa veitingina. í flestu førum er talan um eina fyribils støðu, meðan bíðað verður eftir aðrari fyriskipan, ella at mann kemur úr tí sosialu støðuni. Einstakir borgarar faa forsorgarhjalp í langa tíð. Varandi veiting sbrt. forsorgarlógini Persónar, sum hava fingið fyribils hjalp í langa tíð, men sum ikki lúka krøvini til fyritíðarpensjón, kunnu í staðin faa varandi veiting sbrt. forsorgarlógini. Vanliga er talan um persónar við víðfevndum misbrúkstrupulleikum, og tað skal vera mett útlitaleyst at faa persónin aftur a arbeiðsmarknaðin. Forsyrgjaraskyldu mótvegis børnum - búgva einsamøll 10.600 Forsyrgjaraskyldu mótvegis børnum sambúgvandi 8.600 25 ar og eldri, uttan børn - búgva einsamøll 9.200 25 ar og eldri, uttan børn - sambúgvandi 6.500 Yngri enn 25 ar, uttan børn - býr ikki hja foreldrum 5.400 Yngri enn 25 ar, uttan børn - býr hja foreldrum 3.800 22 Talan er um eina pensjónslíknandi veiting, og Almannaverkið er hildið upp at við royndini at faa persónin aktiveraðan a arbeiðsmarknaðinum. í løtuni eru bert tveir persónar, sum faa varandi veiting. Veitingin er knappliga 9.000 kr. um manaðin eftir skatt og gjøld. ALS og sjúkradagpengaveiting Tað eru borgarar, sum hava leyst tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og sum hava í eitt fyribils tíðarskeið rætt til sjúkradagpengar ella veiting fra ALS. Hetta kunnu vera misnýtarar, sum hava óstøðuga inntøku, og sum tí bert hava rætt til heilt lítla veiting fra ALS ella sjúkradagpengaskipanini. Hesi kunnu undir avísum treytum faa ískoyti upp til satsirnar í fyribils hjalp. Fyritíðarpensjón Tey, sum hava varandi skerdan arbeiðsførleika, kunnu faa tillutað fyritíðarpensjón. Fyritíðarpensjón kann veitast í trimum stigum treytað av arbeiðsføri. Tey, sum hava eitt sindur av arbeiðsføri, kunnu faa lægstu ella miðal fyritíðarpensjón, meðan tey, sum ongan arbeiðsførleika hava, kunnu faa hægstu fyritíðarpensjón. Tað kemur so at siga ikki fyri, at persónar yngri enn 40 ar faa tillutað lægstu- ella miðal fyritíðarpensjón. Persónar, sum hava eitt sindur av arbeiðsførleika, fara í staðin í eina fyriskipan eftir lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. 3.7.1 Samanumtikið viðhvørt tørvur a hjalp at umsita viðurskiftini Samanumtikið eru tað fleiri skipanir, sum kunnu tryggja fíggjarliga grundarlagið hja teim ungu soleiðis, at tey kunnu uppihalda sær í Føroyum. Hinvegin er spurningurin, um tey ungu hava tørv a hjalp til at umsita sína inntøku soleiðis, at tey rinda fyri lívsins uppihald eins og tey kunnu gera avtalur í mun til at rinda skuld o.a. Arbeiðsbólkurin metir, at tað er upplagt, at Toymið fær til uppgavu at hjalpa teim ungu at søkja neyðugar veitingar og í heila tikið at faa meira skipaði fíggjarviðurskifti. 3.8 Sosial sambond og frítíðarítriv týðandi leiklut Sosial sambond hava týðandi avirkan a lívið hja ungum. Fleiri kanningar vísa, at sosialu sambondini hava ein týðandi leiklut í mun til viðgerðina av misnýtsluni hja einstaka borgaranum. Tey eru týðandi í mun til, hvussu sinnaður borgarin er at fara í og verða verandi í viðgerð og tískil kunnu sosialu sambondini hava stóra avirkan a úrslitið av rúsviðgerðini. Harumframt vísir nýggj gransking fra eini kanning millum 3.500 danir at fólk, ið gera eitthvørt virkið, meiningsfult og eru saman við øðrum um hetta, hava upp til fýra ferðir hægri sannlíkindi fyri at hava eina góða salarheilsu. Av hesum avum er tað týdningarmikið, at Toymið stuðlar teim ungu í at faa og varðveita jalig sambond, ið kunnu stuðla undir eina fyri tey meiningsfulla og innihaldsríka lívsførslu.. Ofta er borgarin í einari vónleysari støðu, har brýr eru brendar og sambond horvin. Avbjóðingin hja myndugleikanum er tískil at eyðmerkja tey góðu sambondini og endurskapa tey sum ein part av tilveruni hja borgaranum, eins og nýggj jalig sambond kunnu verða knýtt. Serligan týdning hevur familjan hja viðkomandi í hesum høpi. Talan er bæði um, at borgarin verður stuðlaður í at liva í jaligum sosialum sambondum uttanfyri viðgerðina, og at avís sosial sambond verða tikin við sum partur av sjalvari viðgerðini, eitt nú foreldur ella ein maki. Samstundis hevur tað týdning, at borgarin 23 verður stuðlaður í at minka um tey sosialu sambond, ið hava eina neiliga avirkan a hann og eru avbjóðandi fyri jaliga úrslitið av viðgerðini. Misnýtslan hja borgaranum hevur ikki einans salarsosialar (psykosociale) og sosiobúskaparligar (socioøkonomiske) avleiðingar fyri borgaran, men eisini fyri tey avvarðandi. Sum nevnt omanfyri, hava tey jaligu sosialu sambondini hja borgaranum stóran týdning fyri jaliga úrslitið av viðgerðini. Tískil hevur tað týdning, at myndugleikin veitir tann neyðuga stuðulin til tey avvarðandi bæði innan viðgerðin verður sett í gongd og aftana, ta viðgerðin er endað soleiðis tey avvarðandi hava orku at fremja teirra góða vilja. Sosial sambond spretta ofta burturúr luttøkuni hja fólki í ymiskum frítíðarítrivum. Tað at luttaka í felagslívi kann sum nevnt hava sera stóran týdning fyri salarheilsuna hja borgarum Tað hevur eisini týdning, at tey ungu faa eitthvørt gevandi og meiningsfult at gera í frítíðini, sum kann koma ístaðin fyri rúsevni og tey viðhvørt destruktivu lívsmynstrini hja hesum menniskjum. Nýggj gransking fra eini kanning millum 3500 danir vísir, at fólk, ið gera eitthvørt virkið, meiningsfult og eru saman við øðrum um hetta, hava upp til fýra ferðir hægri sannlíkindi fyri at hava eina góða salarliga heilsu. úrslitini vísa, at felagsskapur hevur stóran týdning fyri salarligu heilsuna. Um ein til dømis er partur av einum felagi, bólki ella organisatión, og er virkin í hesum hvørja viku, so er 75% størri møguleiki fyri, at ein hevur góða salarliga heilsu, samanborið við, um ein ikki er partur av einum felagi, bólki ella organisatión. Eisini vísir kanningin, at tað eru tvær til tríggjar ferðir størri sannlíkindi fyri góðari salarligari heilsu, um ein er uppií onkrum, ið bjóðar einum av, arbeiðir fyri einum týdningarmiklum mali, arbeiðir sum sjalvboðin ella hjalpir onkrum a annan hatt. Hetta er eingin løtt uppgava, men ein mati er at faa verandi frítíðarmøguleikar við í meira aktiv samstørv um hin einstaka. Til dømis ítróttarfeløg og aðrar felagsskapir, alt eftir, hvørji ahugamal tey ungu hava ella høvdu, aðrenn tey komu í verandi støðu. Men eisini onnur ítriv, so sum biografur, konsertir, ítróttardystir og onnur líknandi tiltøk. Stuðulsfólkaskipanin hevur góðar royndir við at leggja til rættis sambond millum frítíðarítriv og tey ungu og eigur at verða bygt víðari a tær góðu royndirnar. Aðrastaðni eru eisini góðar royndir við skipanum har ung hjalpa ungum. Tankin við hesum er, at vælvirkandi ung - undir supervisión av fakfólki - verða knýtt at og gera ymiskt saman við teimum ungu við avbjóðingum. A henda hatt faa tey fyrimyndir, sum kunnu virka stimbrandi í mun til sosialu førleikarnar. Toymið eigur avgjørt at arbeiða nógv við hesum partinum av lívinum hja teim ungu. Royndir úr øðrum londum vísa, at tað ofta koma góð úrslit um arbeiðið bæði verður gjørt av teim professionellu og felagsskapum, sum finnast í nærumhvørinum. men eisini, at tey ungu eru partur av felagsskapum, sum finnast í lokaløkinum. Eitt nú skótar ella ítróttarfeløg. 24 Bólkurin er samdur um, at tað hevur týdning, at tað almenna miðar eftir, at tey ungu faa fyrimyndir, heldur enn at hesi t.d. verða samlaði til eitt serligt frítíðartilboð til henda bólkin. Tað kann vera neyðugt og gott at byrja við, men við tíðini eiga tey ungu í størri mun at verða partur av teim tilboðum, sum onnur ung vanliga eru knýtt at. Tað er kanska eisini meira spennandi, at ein ungur sum hevur trupulleikar fær ein annan ungan at fylgjast við í biograf ella a cafe, heldur enn at fylgjast við einum starvsfólki. 3.9 Samstarv millum myndugleikar og skipan av tilboðnum Bæði í Føroyum og londunum rundanum okkum verður javnan kjakast um, hvørt geira abyrgdin er ein gongd leið ella ikki. Ført verður fram, at vandi er fyri, at ymiskir stovnar skúgva borgarar fra sær við geiraabyrgdini sum umbering, og at fólk detta niðurímillum tey ymisku økini. Hesin trupulleiki verður ofta umrøddur sum ein graøkistrupulleiki ella ein markamótstrupulleiki, sum stendst av, at ivamal er um, hvør hevur abyrgd av hvørjari tænastu, og hvør uppgavan hja ymisku myndugleikunum er í mun til borgaran. Arbeiðsbólkurin er samdur um, at miðast skal eftir, at allar tænastur eisini tær sum verða veittar av øðrum myndugleikum - verða atkomuligar fyri flest allar borgarar. Øll eiga at hava abyrgd av at geva fólki, sum hava umfatandi brek, javnbjóðis møguleikar og ikki einans teir stovnar og skipanir, sum eru undir malsøkinum hja landsstýriskvinnuni í almannamalum. Hóast meginreglan um geiraabyrgd tryggjar, at tænasta verður veitt øllum borgarum, metir arbeiðsbólkurin tó eisini, at meginreglan um geiraabyrgd kann tykjast sum ein forðan fyri, at borgarin fær tænastu, við tað, at myndugleikar stríðast um uppgavu- og abyrgdarbýtið, heldur enn at samstarva og samskipa uppgavuna. Tí er so sera umraðandi, metir arbeiðsbólkurin, at tað er so greitt sum gjørligt, hvør hevur abyrgd av hvørjum tænastum soleiðis, at sleppast kann undan, at borgarin endar í einum graøkistrupulleika, og tí ikki fær neyðuga tænastu. Harumframt metir arbeiðsbólkurin, at tað er umraðandi, at myndugleikar eru sinnaðir at samskipa tær tænastur, sum teir hvør í sínum lagi hava abyrgd av, og at yvirgangurin fra einum geira til annan fer fram undir skipaðum viðurskiftum. Sum víst varð a í innganginum varð geiraabyrgdin staðfest í sambandi við lógarbroyting í 2014 og víst varð a týdningin av, at myndugleikar samstarva um tilboðini. í mun til tilgongdina at skipa sokallaði heildartilboð í Føroyum, er okkurt, ið bendir a, at myndugleikar og stovnar seinnu arini hava lagt orku í at faa í lag fleiri heildartilboð. Hugtakið heildartilboð merkir, at borgarin alt í mun til tørvin fær eitt samlað tilboð, sum er samansett av ymiskum tænastum fra ymiskum myndugleikum og merkir ikki, at øll tænasta skal veitast av einum myndugleika ella a sama matrikkli. í fragreiðingini Tilmæli um tænastupolitikk fra 2017 verður víst a, at tað er alneyðugt, at myndugleikar lyfta uppgavua í felag, um borgarar skulu faa eina dygdargóða tænastu. 25 í somu fragreiðing verður víst a, at størri dentur er lagdur a at faa samskipað tænastur fra avikavist Almannaverkinum, Psykiatriska deplinum, kommunum og skúlaverkinum/Sernami, sum veita tænastur til somu borgarar og at fleiri góð dømi eru um, at myndugleikar og stovnar kunnu samstarva um heildartilboð í Føroyum. Víst verður m.a. a Tann góða tilgongdin, Serligt skipað miðnam og Bú- og viðgerðartilboð til ung við salarligum avbjóðingum, sum eru góð dømi um, at myndugleikar kunnu samstarva og veita heildartilboð Hesi heildartilboð byggja a skipað og formaliserað samstarv a øllum stigum, har landsstýrisfólk, embætisfólk, stovnsleiðarar og starvsfólk hava lagt dent a at faa samstarvið at virka. Arbeiðsbólkurin metir, at í mun til henda malbólkin, sum eru borgarar við umfatandi og samansettum salarligum, sosialum og rús trupulleikum, er tørvur er a styrkja innsatsin, og at samstarvið millum myndugleikarnar gerst betri og meira skipað soleiðis, at hesi borgarar faa eitt skipað heildartilboð Tí mælir arbeiðsbólkurin til, at landsstýrið fer undir eitt felags atak, sum er malrættað hesum bólki, og at neyðug orka verður sett av til at skipa heildartilboð til hesi ungu. Fyritreytin fyri einum felags ataki er, at politisk semja er millum avvarðandi stjórnarrað, og at bindandi avtala verður gjørd, sum nagreinar, hvussu heildartilboðið skal skipast, og hvør hevur abyrgdina av hvørjum. Harumframt er eisini alneyðugt, at skipanirnar undir einstøku stjórnarraðunum virka a nøktandi hatt, og at tað eisini a stovnsstigi er vilji til samstarv og samskifti. Arbeiðsbólkurin vil somuleiðis vísa a týdningin av, at framhaldandi verður arbeitt við at menna aðrar skipanir, sum hava til endamals at fyribyrgja, at tey ungu faa trupulleikar. Eisini er umraðandi, at støðugt verður arbeitt við at menna tær skipanirnar, sum veita tænastur og viðgerðir til ung, sum hava trupulleikar og at tað verða skipað fleiri bú- og viðgerðartilboð í Føroyum, sum hava til endamals at menna og stuðla ungum, sum hava tað soleiðis, og at tey ungu kunnu faa hjalp, aðrenn trupulleikarnir gerast ov umfatandi. 26 4. Tilmæli um skipan av tilboði í mun til henda malbólkin, vil arbeiðsbólkurin vísa a, at tilboðið, sum mælt verður til, hevur til endamals at viðgera og hjalpa einum malbólki, sum hevur umfatandi og samansettar trupulleikar. Arbeiðsbólkurin metir, at ein altavgerandi faktorur í at røkka teimum ungu er, at talan verður um eitt sokallað lag-gattartilboð, har dentur verður lagdur a einfalda og lætta atgongd til tilboðið. Orsakað av, at talan er um ung fólk, sum í dag hava umfatandi trupulleikar, er alneyðugt at byrjað verður skjótast til ber. Umboð fyri avvarðandi myndugleikar eiga at hava møguleika at faa borgarar undir Toymið. Ein møguleiki er, at byrjað verður við teim ungu, sum longu eru kend av teim ymisku myndugleikunum, og at skipanin við tíðini verður ment og opin fyri øðrum ungum. Arbeiðsbólkurin mælir staðiliga til at seta inn við fyribyrgjandi atøkum og at styrkja tað arbeiðið, sum SSP, Blaikrossur, Fólkaheilsuraðið, Barnaverndartænastur o.s.f.r. longu gera, soleiðis, at vit í Føroyum kunnu fyribyrgja, at børn og ung koma so illa fyri. Eisini er umraðandi at hildið verður afram at faa til vega fleiri bú- og viðgerðarstovnar til ung í Føroyum, og tað er sera umraðandi, at tey ungu, sum hava tørv a tí, faa bú- og viðgerðartilboð, aðrenn trupulleikarnir gerast ov umfatandi. Harumframt er sera umraðandi, at Almannaverkið, Psykiatriski depilin og skúlaverkið sum heild faa neyðugar karmar til at kunna lofta teim ungu so tíðliga, sum gjørligt. 4.1 Tvørgeiraligt atak Mælt verður til at farið verður undir eitt atak, sum hevur til endamals, at tey ungu stig- og miðvíst kunnu faa eitt fyri tey virðiligt, skipað, rúsfrítt og innihaldsríkt lív. Av tí, at tað eru borgarar við ymiskum tørvi, og at tað eru ymiskir myndugleikar, sum hava abyrgd av at veita stuðul, hjalp og viðgerð til omanfyrinevndu viðurskifti, metir bólkurin, at neyðugt er at gera individuellar viðgerðarætlanir fyri hvønn einstakan saman við tí unga. Arbeiðsbólkurin mælir til, at atakið verður skipað sum ein royndarverkætlan við einum tvørfakligum og tvørgeiraligum toymi, sum í felag møtir borgaranum, har hann er. Bólkurin mælir til, at eitt tvørfakligt toymi við heilsufakligum, sosialfakligum og namsfrøðiligum førleikum verður sett, sum arbeiðir úti har borgarin er og møtir borgaranum har viðkomandi er. Talan er um sokallaðar Gadeplansmedarbejdere, sum í stóran mun hava til uppgava at ferðast í umhvørvinum, har tey ungu, sum hava trupulleikan, eru, at skapa samband við tey ungu, og at skapa samstarv/samband millum ymsu myndugleikarnar og tey ungu. 4.2 Viðgerðarætlan Arbeiðsbólkurin metir, at tað hevur alstóran týdning at seta realistisk mal í hesum høpi. Tað merkir, at setast skulu styttri mal og longri mal. Endamalið er, at hesi kenna seg at eydnast og ikki at miseydnast. Verða broytingar gjørdar, skulu hesar vera lagaligar. 27 Bólkurin er samdur um, at individuell viðgerðarætlan skal gerast fyri hvønn borgara og skal henda viðvirka til, at tann ungi fær eina heildarviðgerð og skal samskipa tær tænastur/viðgerðir, sum tann ungi fær fra ymiskum myndugleikum. í Svøríki hava tey góðar royndir við einum SIP-plan, sum er ein viðgerðarætlan, sum samskipar ymisku tilboðini og viðgerðirnar, sum borgarin hevur tørv a og fær. Tað eru ymiskir myndugleikar, sum hava abyrgd av sínum parti av viðgerðini og ger ætlanin greitt, hvør hevur abyrgd av hvørjum og nær tey einstøku atøkini skulu fremjast. í Føroyum hava vit royndir við Tí góðu tilgongdini, sum er ein samstarvsleistur millum myndugleikar og er malrættaður familjum við børnum við autismu. Viðgerðarætlanin verður gjørd saman við borgaranum, sum eisini hevur avísar uppgavur/pliktir, sum viðkomandi skal gera. SIP- planurin er líkur tí, sum verður gjørd í tí góðu tilgongdini. 4.3 Skipan av atakinum Bólkurin mælir til, at talan verður um eina tvørgeiraliga verkætlan, sum allir partar eiga saman við borgarunum. Fyri at tryggja, at allir partar kenna ognarskap av verkætlanini, verður mælt til, at ein stýrisbólkur við umboðum fyri avvarðandi myndugleikar verður settur. Uppgavan hja bólkinum er fyrst og fremst at skapa og fasthalda sambandið millum borgaran og Toymið og at samskipa tænastur og viðgerðina. Harumframt skal bólkurin vera raðgevandi hja Toyminum í mun til fakligar spurningar/vegleiðingar og skal hjalpa Toyminum at arbeiða tvørfakligt. Eisini skal bólkurin tryggja, at avgerðir, sum krevja politiska ella prinsipiella støðutakan, verða sendar rætta viðkomandi myndugleika. Bólkurin skal mannast av:  Umboðum fyri psykiatriina a Landssjúkrahúsinum psykiatri/salarfrøði  Umboðum fyri Kriminalforsorgina  Dagliga leiðaranum av Toyminum  Umboðum fra Mentamalaraðnum  Umboðum fyri sosialraðgeving Almannaverkið  Umboðum fyri leiðsluna í Almannaverkinum Neyðugt er, at allir myndugleikar binda seg til at vera við í verkætlanini og at fastar avtalur verða gjørdar um, hvør ger hvat í mun til tann einstaka borgaran. Arbeiðsbólkurin er samdur um, at Toymið eigur at verða skipað undir Almannaverkinum, sum hevur drúgvar royndir við at seta saman tilboð og sum eisini umsitur eina røð av veitingum og tilboðum/tænastum, sum hesir unglingar faa ella fara at faa fra Almannaverkinum. 28 Hinvegin hevur tað sera stóran týdning at viðurkenna, at Almannaverkið kann tykjast sum ein stór, tung og stirvin skipan, sum ikki megnar at røkka hesum borgarum við núverandi strukturi. Tískil er neyðugt at bróta upp úr nýggjum í mun til organisering av atakinum. Bygnaðarliga verður Toymið skipað undir Almannaverkinum og ein jattan verður asett, sum fíggjar starvsfólkalønir, keyp av tænastum og leigu av íbúðum/hølum v.m. til borgaran.Tað er týdningarmikið, at leiðarin fyri Toymið og atakið hevur heimild til sjalvur at taka avgerðir og at leiðarin hevur fíggjarligt rasarúm til at finna alternativar loysnir fyri borgaran. 4.4 Starvsfólkahópur Mett verður, at tørvur er a einum starvsfólkabólki við 4-5 fólkum umframt at møguleiki skal vera fyri at keypa tænastur fra privatum salarfrøðingum, lívsstílsserfrøðingum og fyritøkum, sum skipa fyri ymiskum upplivingum - sokallaðum adventures í nattúrini har tey ungu kunnu vegleiðast/hjalpast til at flyta seg við hjalp fra nattúru upplivingum. Talan verður um arbeiði, sum ikki er siðbundið, soleiðis at talan er ikki um eitt starv, sum er bundið at einari avísari staðseting og/ella tíðarkarmi. Hetta kann gerast ein avbjóðing í mun til verandi starvsfólkaviðurskifti og sattmalar, sum fakfeløg hava. Tískil er neyðugt at hava starvsfólk, sum umframt at hava rættar fakligar førleikar, eisini hava eginleikar til at møta borgarum har viðkomandi er, og megna at arbeiða uttanfyri vanligar siðbundnar karmar/rammur. Eisini er umraðandi, at tey starvsfólk, ið sett verða, brenna fyri sakini eru sokallaðar eldsalir, sum kunnu arbeiða skeivar tíðir og sum kunnu tola at vera burtur heimanífra í avmarkað tíðarskeið. Tískil mælir bólkurin til, at samskift verður við avvarðandi fakfeløg um starvsfólkaviðurskiftini í breiðasta týdningi, soleiðis at starvsfólkahópurin hóskar til verkætlanina. Arbeiðsbólkurin mælir eisini til, at toymið fer undir at skapa møguleikar fyri, at onnur ung, sum sjalvi hava verið í líknandi støðu, verða brúkt til at faa samband við tey, sum hava trupulleikar og at stuðla teimum avegis at megna egið lív. 4.5 Kostnaðarmeting Arbeiðsbólkurin hevur í sambandi við fíggjarlógarsamraðingarnar fyri 2018 víst a, at tað var torført at koma við eini nagreiniligari kostnaðarmeting, tí tilmælini leggja upp til ein nýggjan og øðrvísi hatt at arbeiða við malbólkinum, enn vit eru von við. Landsstýriskvinnan varð tó kunnað um, at eitt útgangsstøði kundi verið eitt bú- og viðgerðartilboð í Føroyum, sum hýsir fimm ungum við umfatandi salarligum avbjóðingum. Jattanin til tilboðið er aleið 7 mió.kr. Tilboðið er normerað til 10 starvsfólk. 29 Jattan varð ikki sett av til at skipa tilboð til malbólkin a fíggjarlógini fyri 2018 og arbeiðsbólkurin vil vísa a, at skulu hesi ungu loftast, er neyðugt at raðfesta atakið a fíggjarlógini. Arbeiðsbólkurin vil tó eisini vísa a, at tilmælið í stóran mun leggur upp til, at verandi tilboð og tænastur verða gagnnýtt, heldur enn at stovnseta eina røð av nýggjum tilboðum. Arbeiðsbólkurin mælir tó til, at ein serstøk jattan verður sett av til Toymið. Tað er sera torført at meta um samlaðan kostnað av Atakinum, tí vit hava ikki líknandi skipan at samanbera við og vit vita ikki nagreiniliga, hvussu nógva hjalp og stuðul tey ungu faa frammanundan, hvussu nógva hjalp tey skulu hava og hvussu longi henda hjalpin skal veitast. Sum lýst er í parti 2, er samlaða jattanin til bú- og viðgerðartilboð í 2018 út við 30 mió.kr. og dagsprísurin liggur millum 40 kr. og 10.644 kr. Arbeiðsbólkurin metir avgjørt, at stórur partur av teim ungu, sum tilmælið fevnir um, liggur í tí dýrara endanum, um tey fingu stovnsplass uttanlands ella í Føroyum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at farið verður undir eina royndarverkætlan og at tað í fyrstu atløgu verða settar 4 -5 mió.kr. av til endamalið. Jattanin skal brúkast til at fíggja 4-5 starvsfólk við sosialfakligari, namsfrøðiligari og heilsufakligari útbúgving. Hvørt starvsfólk kostar aleið 450 t.kr. um arið. Harumframt er neyðugt at hava jattan til at keypa tænastur, leiga hølir/íbúðir og førleikamenning av starvsfólkum. Samanlagt metir arbeiðsbólkurin, at 4 5 mió. kr. eiga at verða settar av til Atakið í fyrsta umfari. Til samanberingar kann nevnast, at bú- og viðgerðartilboð sum rúmar fimm borgarum, hevur eina jattan aljóðandi 7 mió.kr. og tað starvast 10 fólk við ymiskari fakligari bakgrund. Vart skal tó gerast við, at hesi tilboðini ikki eru beinleiðis sambærilig, tí tørvurin er øðrvísi og krevur øðrvísi tilrættalegging. Men verður hugt eftir útreiðslunum til tilboð, sum aður hava verið keypt uttanlands so sæst, at talan hevur verið um kostnaðarmikil tilboð. 30 Heilsu- og innlendismálaráðið Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið Handað hin 28. juni 2016 1 Formæli Heilsuverkið veitir ein part av tænastum til borgarar í okkara samfelagið, sum eru grundleggjandi fyri trivnað og menning í samfelagnum. Tí fer heilsuverkið her hjá okkum, eins og í flestu okkara grannalondum, at verða viðgjørt leypandi samfelagsliga og politiskt og er tað eitt heilsutekin í sjálvum sær. Heilsuverkið fevnir víða, men grundleggjandi súlurnar eru primera heilsutænastan: kommunulæknar, heilsufrøðingar v.m. og sekundera heilsutænastan: tey trý sjúkrahúsini og uttanlandsviðgerðir v.m. Demografisku broytingar saman við tøkniligari menning, spesalisering av fakfólki og øktum krøvum frá borgarum, sum eru vorðin meira tilvitað um møguleikar fyri viðgerðum, setur høg krøv til heilsuverkið. At økja um tilfeingið í mun til starvsfólk og at játta fleiri pengar loysir ikki einsamalt avbjóðingarnar viðvíkjandi eftirspurninginum eftir tænastum frá heilsiverkinum Tørvur er eisini á at raðfesta tilfeingið, hyggja at útbúgving av starvsfólki, eins og tørvur er á at hyggja at bygnarligu skipanunum. Hetta hevur politiska skipanin ásannað, og sett sær sum mál at gera nakað við. Henda Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið er fyrsti partur av eini samlari ætlan at menna heilsuverkið til framtíðar avbjóðingar. Sjúkrahúsverkið er ein sera fíggjarliga- og vitanarliga tung organisatión. Hetta ger at tað er tørvur á at leggja ætlanir til rættis um framtíðina soleiðis, at sjúkrhúsverkið er ført fyri at handla við neyðugum tilfeingi, serfrøðingum, tólbúnaði, fysiskum kørmum vm. Føroyska sjúkrahúsverkið er á mangan hátt frammalaga vitanarliga og tøkniliga, við nógvum dugnaligum starvsfólkum. Vit vóna at sjúkrahúsverkið eisini framyvir fer at hava hetta vørumerki. Tað krevur, at vit innan stutta tíð taka stig til at tryggja, at alt sjúkrahúsverkið mennir seg tíðarhóskandi. Sjúkrahúsverkið er í verandi líki ikki framtíðartryggja, og broytingar eru alneyðugar um støðið skal varðveitast og tillagast framtíðina. Tað er okkara vón, at tilmælini í hesi menningarætlanini stuðla undir einum politiskum kjaki og at avgerðir verða tiknar okkara sjúkrahúsverkið - starvsfólki í hesum - og ikki minst okkara borgarum og framtíðar sjúklingum at frama. At enda fara vit at takka serfrøðingabólkinum og verkætlanarbólkinum fyri íkast og framleiðslu av hesum verki. Turid Arge, forkvinna í stýrisbólkinum og Henrik. L Hansen, landslækni 2 Innihaldsyvirlit 1 Samandráttur og tilmælir Vit hava eitt gott alment sjúkrahúsverk í Føroyum. Sjúkrahússkipanin er fyri øll, líkamikið hvørji vit eru, hvar vit búgva og hvussu nógv vit tjena. Vit hava nógv vælútbúgvin og dugnalig heilsustarvsfólk, sum hvønn dag gera sítt besta og eitt sindur afturat fyri at tryggja íbúgvunum í Føroyum neyðugu heilsutænastuna. Men tað føroyska sjúkrahúsverkið hevur eisini avbjóðingar. Samfelagið er broytt. Vit verða eldri, og tey eldru gerast nógv fleiri. Samstundis er ein øgilig tøknilig framgongd og nýggir viðgerðarhættir síggja alla tíðina dagsins ljós. Og tað kostar. Nakrar sjúkur eru minni hóttandi, meðan aðrar vaksa. Samstundis økjast ynskini um bestu viðgerðina frá sjúklingum, sum seta krøv um fleiri og betur tænastur. Tann størsta avbjóðingin her og nú er tó átrokandi tørvurin á fleiri serlæknum. Spildurnýggj uppgerð vísir, at 15 serlæknastørv eru ósett, og bara innan fyri síðsta árið hava fýra serlæknar sagt seg úr starvi. Sergreinarnar verða í alt størri mun mannaðar av konsulentum og viðgerðum uttanlands. Tað er ein neyðug loysn uppá eina átrokandi avbjóðing, men tað er ikki ein loysn, sum heldur í framtíðini fyri føroyska sjúkrahúsverkið. Greining í hesari frágreiðing vísir harumframt, at ásettu størvini áttu at verið nógv fleiri í tali. Setningurin í hesari Menningarætlan er, sum heitið ber boð um: at menna føroyska sjúkrahúsverkið. í hesari frágreiðing verður víst á, at málið hjá føroyska sjúkrahúsverkinum skal vera at flest allar kanningar og viðgerðir skulu fara fram í Føroyum. Av fakligum ávum er nøkur sjálvsøgd undantøk. Til tess krevst ein miðvís ætlan fyri at útvega fleiri skikkað heilsustarvsfólk á øllum stigum og tvørturum fakmørk, samstundis sum vit førleikamenna tey, sum longu eru í verkinum. Altjóða royndir vísa, at besta loysnin til at útvega og fasthalda heilsustarvsfólk í útjaðaraøkjum sum Føroyar, er at satsa upp á fólk, sum eru vaksin upp í landinum. Vit mugu bera so í bandi, at tey hava møguleikan at fáa góðar kliniskar og útbúgvingarligar royndir her heima, annaðhvørt sum grundútbúgving ella, tá ið tey eru í ferð við at spesialisera seg útbúgvingarliga. Trýstið uttaneftir við alt størri spesialisering og stórari tøkniligari og medisinskari menning krevur, at sjúkrahúsini í Føroyum í nógv størri mun virka sum ein samanhangandi virkislig eind, sum samstarvar í øllum lutum fyri at veita føroyska sjúklinginum bestu tænastuna. Til tess er neyðugt við broytingum í bygnaði og í leiðslu. í hesi frágreiðing verður mælt til at skipa verður ein felags leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini. Ein av aðaluppgávunum hjá tvørgangandi leiðsluni verður at fremja eitt greitt uppgávubýti millum tey trý sjúkrahúsini í einum samstarvandi sjúkrahúsverki, har sjúkrahúsini hvør sær hava týðandi samskipaðar leiklutir. Eitt greitt uppgávubýti millum sjúkrahúsini er neyðugt fyri at tryggja dygdina í viðgerðunum. Tá tilfeingið er í troti kann uppgávubýtið eisini viðvirka til, at tann samlaða orkan verður betur gagnnýtt. Verkætlanarbólkurin gevur í frágreiðingini sítt boð uppá hvussu uppgávubýtið kann gerast. Millum annað verður mælt til, at allar akuttar viðgerðir og torgreiddar viðgerðir frameftir skulu gerast á Landssjúkrahúsinum, meðan eftirviðgerð kann fara fram á teimum smærru sjúkrahúsunum. Eisini eiga Suðuroyar sjúkrahús og Klaksvíkar sjúkrahús í framtíðini at gera alt fleiri planlagdar dagskurðviðgerðir (samadagskirurgi). Frágreiðingin staðfestir at fíggjarliga orkan í samlaða føroyska heilsuverkinum er ikki á hædd við grannalondini Danmark, Noreg og Svøríki, sum brúka munandi meira pening skift á hvønn íbúgva. 5 Hinvegin eru Føroyar fult á hædd við og væl omanfyri hesi lond, tá hugt verður eftir sjúkrahúsútreiðslum burturav. Hetta sigur eisini nakað um tann leiklut sjúkrahúsverkið hevur í mun til heilsuna hjá føroyska sjúklinginum. Henda frágreiðing er býtt sundur í sjey partar. Tríggir teir fyrstu eru innleiðandi og lýsandi. 4. partur viðger spurningin um, hvørjar viðgerðir eiga at vera í Føroyum, hvussu nógv heilsustarvsfólk krevjast fyri at kunna veita hesar viðgerðir og hvussu vit fáa hesi starvsfólk til vega. í fimta parti viðgera verkætlanarbólkurin uppgávubýtið ímillum tey trý sjúkrahúsini og ger tilmæli um eitt møguligt býti við støði í einari lýsing av rákinum innan læknafrøði. Skal eitt uppgávubýti eydnast til fulnar krevst tað eitt samstarvandi og samskipað sjúkrahúsverk. í sætta parti eru uppskot til ein nýggjan leiðslubygnað, sum stuðlar undir málinum um eitt samskipað sjúkrahúsverk í Føroyum. At enda viðger sjeyndi partur fíggjarliga tørvin nú og framyvir hjá føroyska sjúkrahúsverkinum. 1.1 Tilmælir og kostnaður Tilmælini í álitinum verða endurgivin í talvuni niðanfyri. Eisini er ein fíggjarlig meting gjørd av tilmælunum. Fleiri av fíggjarligu metingunum byggja á leysligar metingar, og skulu tí takast við størsta fyrivarni. Tað er torført, og í summum førum ógjørligt, at gera nágreiniligar kostnaðarmetingar av hvørjum einstøkum tilmæli, áðrenn eitt neyvari greiningararbeiði er gjørt. útvega, varðveita og menna heilsustarvsfólk Tørvslýsing av serlæknamanning Mælt verður til, at leiðslan á sjúkrahúsunum saman við neyðugari serlæknafrøði ger eina neyva lýsing av hvørjar sergreinar skulu vera í Føroyum, eina tíðarætlan fyri hesum og hvussu hesar sergreinar eiga at verða mannaðar. Gera miðvísa rekrutteringsætlan Mælt verður til sjúkrahúsini fara undir eina miðvísa ætlan at fáa til vega fleiri serlæknar til føst størv í føroyska sjúkrahúsverkinum. Ein serlækni í sjálvum sær er tó ikki nóg mikið til at røkja eina sergrein. Onnur heilsustarvsfólk skulu eisini setast í starv. Seta serlæknar í føst størv Mælt verður til, at peningurin, sum í dag verður nýttur til konsulentar og uttanlandsviðgerð eigur í størri mun at verða nýttur til at útvega serlæknar í føstum starvi. Harumframt verður mælt politisku skipanini til, at umframt játtanina á 5 mió. kr., sum er sett av í 2017, eisini játtar 5 mió. kr. afturat um árið í 2018, 2019 og 2020 til at manna upp við serlæknum og øðrum heilsustarvsfólkum. 20 mió. kr. yvir fýra ár Stovnsetan av felags starvsfólkadeild Mælt verður til at seta á stovn eina felags tilfeingissterka starvsfólkadeild, sum raðfestir arbeiðið við at útvega, førleikamenna og varðveita serlæknar og annað heilsustarvsfólk til tey trý sjúkrahúsini. 500.000 kr. Framíhjárætt at taka KBU-skeið í Føroyum Mælt verður til, at Heilsu- og innlendismálaráðið tekur málið upp við donsku myndugleikarnar, fyri at fáa KBU-skipanina broytta, soleiðis at føroyingar fáa framíhjárætt at taka teirra KBU-skeið í Føroyum innan fyri núverandi skipan. Um tað ikki er ein møguleiki, ráða vit til, at ein føroysk KBU-skipan, á sama hátt sum í Grønlandi, verður sett í verk í Føroyum. 2-3 introstørv fleiri Mælt verður til, at 2-3 fleiri introstørv verða sett á stovn á Landssjúkrahúsinum, og at Landssjúkrahúsið ger avtalur við donsk sjúkrahús, har føroyingar hava introstørv, so hesi partvíst eisini kunnu vera á Landssjúkrahúsinum. 1,21,8 mió. kr. Stovnsetan av læknaútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya Mælt verður til, at sett verður á stovn læknaútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya til 10 lesandi á bachelor-stigi í samstarvi við fróðskaparsetur uttanlands, t.d. Aalborg Universitet. Mælt verður til, at lestrarleiðari verður settur í eitt ár at fyrireika lesturin. 12 mió. kr. tað fyrsta árið Uppgávuflyting Mælt verður til eina miðvísa gjøgnumgongd av einstøku sergreinunum/viðgerðarøkjunum á sjúkrahúsunum og kanna møguleikarnar fyri at flyta uppgávur á viðkomandi økjum. 350.000 kr. Starvsfólkaumbýti Mælt verður til, at avtalur verða gjørdar við sjúkrahús uttanlands um starvsfólkaumbýti, samstundis sum at tað verður sett sum krav, at læknar, 6 sum verða settir í starv í Føroyum, eitt ávíst tíðarskeið um árið, t.d. ein mánað, skulu arbeiða á einum størri sjúkrahúsið uttanlands. Viðgerðir, uppgávubýti og raðfesting í føroyska sjúkrahúsverkinum Øll akuttviðgerð skal fremjast á Landssjúkrahúsinum Verkætlanarbólkurin mælir tí til, at tá ið talan er um torgreiddar medisinskar og kirurgiskar sjúkur ella løstir, skal øll akuttviðgerð fremjast á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at akuttir ella løstaðir sjúklingar verða møttir av einum breiðum hópi av serlæknum og heilsufakligum førleikum umframt serútgerð. Tá ið akuttviðgerðin er liðug kunnu sjúkligar verða fluttir til Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús til framhaldandi viðgerð av útvaldum sjúkum. Dagføring av akutt tilbúgvingini á Klaksvíkar sjúkrahúsið Eftir at Eysturoyartunnilin er liðugur í 2019 eigur akuttilbúgvingin á Klaksvíkar sjúkrahúsi at verða dagførd. Framhaldandi verður eitt tilboð í nærumhvørvinum í Norðoyggjum og Eysturoy, men at hetta verður avmarkað til eina skaðastova, sum er opin 24 tímar um samdøgrið. Akutt tilbúgving á Suðuroyar sjúkrahúsið Mælt verður til, at Suðuroyar sjúkrahús, við síni serstøðu sum útjaðarasjúkrahús eisini framyvir skal hava eina akuttmóttøku, sum kann viðgera akuttar sjúkur og ymiskar løstir. álvarsliga sjúk og illa løstaði verða flutt á Landssjúkrahúsið eftir innleiðandi viðgerð, júst sum í dag. Prehospital journalskipan Mælt verður til, at ein prehospital journalskipan, sum kann knýtast í verandi THS-skipan, fæst til vega til sjúkraflutningstænastuna í Føroyum. 2,9 mió. kr. Akuttskurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum Allar akuttskurðviðgerðir skulu sum útgangsstøði gerast á Landssjúkrahúsinum. Tað, sum enn eigur at vera sentraliserað á intern medisinska økinum, eru tær viðgerðir, sum krevja serútgerð og serútbúgvið starvsfólk. Høvuðsuppgávan hjá hinum báðum sjúkrahúsunum er at gera sjúklingarnar klárar at flyta og tryggja flutning aftaná møguliga innleiðandi viðgerð. Akuttmóttøka á Suðuroyar sjúkrahúsið og skaðastova á Klaksvíkar sjúkrahúsið Akuttmóttøkan í Suðuroy skal varðveitast tí frástøðan er ein avbjóðing. Eftir at Eysturoyartunnilin er liðugur í 2019, eigur akuttilbúgvingin á Klaksvíkar sjúkrahúsi at verða dagførd, soleiðis at tað framhaldandi verður tryggjað eitt tilboð í nærumhvørvinum í Norðoyggjum og Eysturoy, men at hetta verður avmarkað til eina skaðastovu, sum er opin 24 tímar um samdøgrið. Skaðastovan skal hava eina forvakt, sum er mannað við lækna og sjúkrarøktarfrøðingum, har sjúklingar við smærri og einfaldum løstum kunnu viðgerast. Planlagdar skurðviðgerðir (samadagskirurgi) Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús eiga framyvir at gera ein munandi størri part av teimum einføldu planløgdu skurðviðgerðunum, sokallaðar samadagskirurgi, har sjúklingurin verður útskrivaður sama dag. Størri og truplari planlagdar skurðviðgerðir hoyra reint fakliga einans heima á einum stað við veruligari viðrakningardeild og við møguleika fyri intensivari viðgerð av komplikatiónum. Tí eiga smærru sjúkrahúsini fyrst og fremst at gera einfaldar skurðviðgerðir, sum fyrst og fremst eru ambulantar. Endurvenjingin skal uppstigast Endurvenjingarøkið hevur leingi verið raðfest ov lágt í føroyska sjúkrahúsverkinum, og tað er stórt trot á skipaðum tilboðum til stórar sjúklingabólkar, sum t.d. hjartasjúklingar og giktasjúklingar. Mælt verður til at endurvenjingin verður uppstigað við at seta fleiri fysioterapeutar og ergoterapeutar í starv. Um 4 mió. kr. Stovnsetan av sálarfrøðiligari eind á Landssjúkrahúsinum Harumframt er tað komið fram í serfrøðingabólkurin, at tað er tørvur á at seta eina sálarfrøðiliga eind á stovn á Landssjúkrahúsinum, sum kann veita heilsu-, kreppu- og neurosálarfrøði. Eindin skal vera tvørgangandi og skal veita tænastur til bæði somatiskar og psykiatriskar sjúklingar umframt til sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroy eftir tørvi. Eindin eigur at verða staðsett innan tað somatiska økið t.d. á Medisinska Depli. 850.000 kr. at byrja við Leiðsla og samskipan av føroyska sjúkrahúsverkinum: Ein felags leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini Mælt verður til, at ein felags leiðsla fyri alt sjúkrahúsverkið verður sett har tað er ein stjóri sum hevur yvirskipaða ábyrgd fyri øllum virkseminum í sjúkrahúsverkinum. Stjórin eigur at hava varastjórar afturat sær, sum stuðla undir tey økir sum stjórin ikki hevur so stórt innlit í, og sum tryggja, at øll trý sjúkrahúsini hava eina dagliga leiðslu. í hesum sambandi verður mælt til, at fólk frá sjúkrahúsunum og serfrøðingar, sum hava royndir at samskipa virksemi á sjúkrahúsum uttanlands, t.d. í íslandi ella Norðurnorra, saman við Heilsu- og innlendismálaráðnum gera eitt tilmæli um hvussu ítøkiliga ein felags leiðsla kann verða sett saman. Arbeiðið eigur at verða gjørt í heyst soleiðis at ein felags leiðsla kann virka frá 1. januar 2017. Tvørgangandi klinisk samstarvstoymi Mælt verður til, at felags sjúkrahúsleiðslan fær til uppgávu at stovna formlig tvørgangandi klinisk samstarvstoymi tvørtur um tey trý sjúkrahúsini við tí endamáli fáa tvørgangandi kliniska samstarvið at virka. Felags visitatiónsskipan Mælt verður til, at ein felags vistiatiónsskipan verður sett í verk og at hetta verður ein av fyrstu uppgávunum sum ein felags sjúkrahúsleiðsla skal loysa. 200.000 kr. Almennir bíðilistar Mælt verður til, at sjúkrahúsverkið skal boða frá bíðilistum sum verða almannakunngjørdir t.d. fjórða hvønn mánað á einum heilsuportali. Upplýsingarnar skulu vera online, so upplýsingarnar um bíðitíðir altíð eru tøkar. 200.000 kr. Lýsa telemedisinskar møguleikar í Føroyum Mælt verður til, at ein nevnd við umboðum úr teimum trimum sjúkrahúsunum verður sett til at gera eitt greiningararbeiðið, sum við støði í verandi royndum og vitan í Norðanlondum lýsa møguleikar fyri at taka telemedisin í nýtslu í Føroyum, sum kann styrkja samskipanina og sjúklingaviðgerðina millum avvarðandi eindir í Føroyum og millum føroyska sjúkrahúsverkið og sjúkrahúsverk uttanlands. Raðfesting í sjúkrahúsverkinum: 1.2 Arbeiðssetningur Verkætlanarbólkurin, sum varð settur av landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum í februar 2016, hevur fingið hendan arbeiðssetning: Endamálið við arbeiðinum er at orða eina ætlan í trimum høvuðspørtum við ítøkiligum tilmælum til politisku skipanina at taka støðu til. Høvuðspartarnir eru hesir:  At gera tilmæli um hvørjar grundleggjandi viðgerðir/tænastur skulu vera í føroyska sjúkrahúsverkinum. í hesum sambandi skal eisini gerast tilmæli um hvørjar viðgerðir/tænastur skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi, og hvussu hesar skulu samskipast millum sjúkrahúsini.  At gera eina ætlan fyri, hvussu læknar og onnur heilsustarvsfólk kunnu útvegast og mennast til føroyska sjúkrahúsverkið.  At gera meting av fíggjarliga tørvinum fyri alt sjúkrahúsverkið, sum gevur neyðugt rásarúm til at veita heilsutænastur á fremsta støði, og neyðugu starvsorkuna til tess. Eisini skal bólkurin koma við boði uppá, hvørji amboð kunnu nýtast til at handfara økta fíggjartørvin, sum verður í sjúkrahúsverkinum í framtíðini. í sjúkrahúslógini er staðfest, at sjúkrahúsverkið fevnir um trý sjúkrahús, sum eru Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. í arbeiðssetninginum sæst, at ongar politiskar ætlanir eru at broyta ta fortreytina, og ynskið er, at sjúkrahúsviðgerð framhaldandi skal veitast á hesum trimum sjúkrahúsunum. Hetta er ein fortreyt fyri menningarætlanini. Samstarv við danska heilivágsráðið Mælt verður til, at føroyska heilivágsráðið byrjar eitt samstarv við danska heilivágsráðið, sum er undir stovnseting soleiðis, at sami heilivágur verður brúktur í standardviðgerð í báðum londum frá 2017. Stovnsetan av heilsutøkniligum ráðið Mælt verður til, at eitt heilsutøkniligt ráð verður sett á stovn í Føroyum, sum ger tilmæli til landsstýrismannin um nýtslu av medisinsk-tøkniligari útgerð. Ráðið eigur at taka støði í metingunum, sum verða gjørdar av Nasjonalt system for innføring av nye metoder i spesialisthelsetjenesten í Noregi. 8 1.2.1 Arbeiðsháttur Arbeiðsbólkurin er settur saman av einum verkætlanarbólki, einum stýribólki, einum serfrøðingabólki og einum politiskum fylgibólki. Niðanfyri er lýst, hvussu samansetingin og leikluturin hjá ymisku bólkunum og arbeiðsgongdin hevur verið. Uppgávan hjá stýrisbólkinum er m.a. at góðkenna endamál og karmar fyri verkætlanina og samskipan. Harafturat skal stýribólkurin góðkenna sjálva menningarætlanina, áðrenn hon verður latin landsstýriskvinnuni. Stýribólkurin er mannaður av:  Turid Arge, deildastjóri, forkvinna  Henrik L. Hansen, landslækni Uppgávan hjá verkætlanarbólkinum er, umframt øll praktisk viðurskifti, at tryggja neyðuga framburðin í verkætlanini, og at hava ábyrgdina av at útvega og gera tilfar og skriva sjálva menningarætlanina. Verkætlanarbólkurin er mannaður av:  Sveinn Magnússon, serlækni i intern medisini og skrivstovustjóri í Velfærdsministeriet á Islandi (formaður)  Geir Sverri Braut, professari og serlækni í samfelagsmedisini. Hevur verið varastjóri á Statens Helsetilsyn og arbeiðir í dag á Stavanger Universitetssjúkrahúsi (serráðgevi)  Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum (samskipari)  Fróði Jacobsen, stjórnarsamskipari í Heilsu- og innlendismálaráðnum  Irena Nolsø, fulltrúi í Heilsu- og innlendismálaráðnum Uppgávan hjá serfrøðingabólkinum er m.a. lýsa, hvørjir høvuðstrupulleikar eru í sjúkrahúsverkinum og møguligar avleiðingar av teimum. Harafturat hevur uppgávan hjá serfrøðingarbólkinum verið at komið við sínum íkasti til loysnir sambært arbeiðssetninginum. Serfrøðingabólkurin er mannaður av:  Augusta Mikkelsen, umboð fyri Fysioterapifelagið  Turið Jacobsen, umboð fyri Ergoterapeutfelagið  Dánjal Petur Højgaard, umboð fyri Kommunulæknafelagið  Fróði Joensen, umboð fyri Serlæknafelagið  Suni Poulsen, umboð fyri Felagið føroyskir sálarfrøðingar  Heri Olsen, umboð fyri Radiograffelagið  Gyða í Gongini, umboð fyri Kost- og føðifelagið  Jákup Andreas Thomsen og seinni Dávid Michelsen, umboð fyri Felagið fyri Yngri Læknar  Jeanna í Lágabø, umboð fyri Sjúklingaráðið  Lillie Eliassen, umboð fyri Ljósmøðrafelagið  Majbritt Mohr, umboð fyri Samfelags- og Heilsuatstøðingar  Marita Simonsen, umboð fyri Bioanalytikarafelagið  óluva í Gongd, umboð fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar  Pál Weihe, umboð fyri Læknafelagið  Svend Age Seloy, umboð fyri Starvsmannafelagið (sjúkraflutnings- og skrivstovustarvsfólk)  Asta Joensen, deildarleiðari og umboð fyri Landssjúkrahúsið  Birita Samuelsen, bioanalytikari og umboð fyri Landssjúkrahúsið  Bjarni á Steig, deildarleiðari og umboð fyri Landssjúkrahúsið  Elin Jensen, deildarleiðari og umboð fyri Landssjúkrahúsið  Eyðfinn Olsen, deildarleiðari og umboð fyri Landssjúkrahúsið  Gunnbjørg Guttesen, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Suðuroyar Sjúkrahús  Hans Petur Nielsen, yvirlækni og umboð fyri Suðuroyar Sjúkrahús 9  Hjalgrím Andreasen, paramedicinari og umboð fyri Suðuroyar Sjúkrahús  Helena K. Sundskarð, leiðari og umboð fyri Klaksvíkar Sjúkrahús  Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri og umboð fyri Klaksvíkar Sjúkrahús  Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri og umboð fyri Landssjúkrahúsið  Magnus á Stongum, lækni og umboð fyri Klaksvíkar Sjúkrahús  Naina Túgvustein, varaleiðari og umboð fyri Landssjúkrahúsið  Noomi Holm, anæstesi sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Suðuroyar Sjúkrahús  Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri og umboð fyri Suðuroyar Sjúkrahús  Súsanna Olsen, varaleiðari og umboð fyri Klaksvíkar Sjúkrahús  Synnøva Hansen, leiðari og umboð fyri Klaksvíkar Sjúkrahús  Tormóður Stórá, deildarleiðari og umboð fyri Landssjúkrahúsið Uppgávan hjá politiska fylgibólkinum er at fylgja arbeiðinum frá síðulinjuni og koma við teirra íkasti til menningarætlanina. Politiski fylgibólkurin er mannaður av:  Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin  Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Fólkaflokkurin  Karsten Hansen, Miðflokkurin  Jógvan Skorheim, Nýggja Sjálvstýri  Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin  Katrin Kallsberg, Tjóðveldi  Poul Clementsen, Framsókn  óluva Klettskarð, Tjóðveldi  Sonja Jógvansdóttir, Uttanflokka Arbeiðið hevur verið skipað við fýra arbeiðsdøgum, sonevndum verkstovum, har serfrøðingabólkurin saman við verkætlanarbólkinum hava viðgjørt ymsu lutirnar í arbeiðssetninginum. á verkstovunum hevur serfrøðingabólkurin hevur givið sítt íkast til menningarætlanina. Harumframt hava fundir støðugt verið millum verkætlanarbólkin og stýribólkin. Fundir hava eisini verið ímillum politiska fylgibólkin og verkætlanarbólkin, har landsstýriskvinnan eisini hevur verið við saman við forkvinnuni í stýribólkinum. 10 2 Avbjóðingar fyri føroyska sjúkrahúsverkið Føroyska sjúkrahúsverkið stendur yvir fyri nógvum stórum avbjóðingum, bæði nú og ikki minst framyvir. á sama hátt sum aðrastaðni, fara stórar broytingar at henda føroyska samfelagnum komandi árini. Gongdin í fólkatalinum, aldursbýti, broytingar í sjúkumyndini og væntanirnar frá fólki um góðsku og støði fara at hava stóran týdning, tá framtíðar sjúkrahús leggja ætlanir. Okkum tørvar tó ikki at hyggja at framtíðini, fyri at finna avbjóðingar í sjúkrahúsverkinum í Føroyum. Sjúkrahúsverkið er ein kapital- og kompetansuintensivur geiri og tað er ikki løtuverk at fremja broytingar í slíkari skipan. Tað tekur tíð at stovna, broyta og menna sjúkrahústænastur, og tí er neyðugt at leggja ætlanir og at fara til verka longu nú við at gera burðardyggarloysnir, sum ikki bert loysa trupulleikan í dag, men loysnir, sum eisini halda í longdini. í hesum brotinum vísa vit á høvuðsavbjóðingarnar, sum sjúkrahúsverkið hevur nú og framyvir. 2.1 Demografiska gongdin 600000 500000 400000 300000 200000 100000 0 2015-2024 80+ ár 70-79 ár 18-69 ár 0-17 ár 2025-2034 2035-2044 2045-2054 Mynd: 2.1 - Kelda: Hagstova Føroya í føroyska samfelagnum er ein neilig gongd, bæði viðvíkjandi fólkatali og aldursbýti fram móti ár 2054, sambært framrokningunum hjá Hagstovu Føroya. Fólkatalið er fallandi og broytingar henda í aldursbýtinum. Parturin av fólki yvir 60 ár veksur nógv og er hetta sama rák, sum eisini er í okkara grannalondum. í Føroyum økist hetta rákið av, at nógv av teimum ungu flyta uttanlands at útbúgva seg. Tað vil siga, at ein stórur partur av fólkunum frá um 20 ára aldur til ímillum 30 og 40 mangla í Føroyum. Meirilutin av teimum, sum fara uttanlands at útbúgva seg, koma aftur til Føroyar, men tað eru kortini fleiri, sum ongantíð flyta heimaftur, og meirilutin av teimum eru kvinnur. Hetta er ein orsøk til, at fólkatalið millum 18-69 ár fellur lutfallsliga nógv við tíðini. Hinvegin er føðitíttleikin høgur í Føroyum samanborið við miðaltalið í Evropa. Føðitíttleikin var í fjør 2,5 børn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri og harvið væl hægri enn flest onnur lond í Evropa, sum liggja á umleið 1,71,8 børn. Miðal livialdurin verður eisini hægri og nýfødd dreingjabørn kunnu nú vænta at liva 80 ár í miðal, meðan genturnar í miðal kunnu vænta at liva um 85 ár. 11 Mynd 2.2 niðanfyri vísir, at fólkatalið í teimum yngru aldursbólkunum minkar hesa tíðina, meðan fólkatalið í teimum eldru aldursbólkunum veksur. Hetta hevur stóran týdning fyri sjúkrahúsverkið, tí tørvurin á sjúkrahústænastum veksur við aldrinum. Demografiska gongdin í Føroyum síðstu 30 árini: 9000 8000 7000 6000 5000 4000 3000 2000 1000 0 Aldursbýti 1985 til 2015 1985 1995 2005 2015 Mynd: 2.2 - Kelda: Hagstova Føroya Myndin vísir aldursbýtið í Føroyum síðstu 30 árini. Fólkatalið í aldursbólkunum upp til 40 ár er minkað, meðan fólkatalið í aldursbólkunum frá 40 ár og uppeftir er vaksið frá 1985 til 2015. Til dømis vóru umleið 7.000 fólk í Føroyum 60 ár og eldri í 1985, í 2015 var talið 11.000 fólk. Framrokningar vísa, at henda gongdin heldur fram. Sæð í heilsubúskaparligum ljósi førir henda gongdin øktan tørv á viðgerð við sær, og tískil eisini eina øking í samlaðum útreiðslum. í 2015 vóru umleið helvtin av teimum innløgdu sjúklingar yvir 60 ár, meðan parturin av fólki í Føroyum yvir 60 ár var 23 %. Myndirnar 2.3 og 2.4 vísa gongdina í aldursbýtinum í prosent í tíðarskeiðinum frá 1985 til 2015. útrokningarnar eru frá danska Fíggjarmálaráðnum, og vísa aldursbýtta einstaklinga almenna nýtslu í 2012 til heilsu umframt røktarheim, sum er nøkulunda sambærligt við føroysku heilsuútreiðslurnar. 12 70% 60% 50% 40% 30% 20% 10% 0% Lutfall - aldursbýtt 2015-20240-17 ár 2025-2034 18-69 ár 2035-2044 70-79 ár 2045-2054 80+ ár Mynd 2.3 - Kelda: Hagstova Føroya 1.000 kr. 160 140 120 100 80 60 40 20 1.000 kr. 01 112131415161718191 Heilsuútreiðslur skift á aldur Sundhed Mynd 2.4 - Kelda: Finansministeriet 2012 / ólavur Christiansen Danskar útrokningar vísa, at miðal heilsuútreiðslurnar fyri ein persón, sum er 65 ár, eru dupult so høgar sum heilsuútreiðslurnar fyri ein persón, sum er 50 ár. Heilsuútreiðslurnar fyri ein 80 ára gamlan eru dupult so høgar, sum heilsuútreiðslurnar fyri ein 65 ára gamlan. Tí ber til at koma til ta niðurstøðu, at lutfallsliga nógv gomul fólk er ein fíggjarlig avbjóðing fyri sjúkrahúsverkið, sum telur umleið 80 % av samlaðu heilsuútreiðslunum í Føroyum. Folkatalsforsøgn Hagstova Føroya hevur gjørt fólkafrøðiligar forsøgnir fram til 2054, sum vísa, at fólkatalið í Føroyum fer at minka tey næstu áratígguni. Talva: 2.1 - Kelda: Hagstova Føroya 2015 2025 2035 2045 2054 íbúgvar 49.287 49.750 49.311 48.058 46.405 13 8000 7000 6000 5000 4000 3000 2000 1000 0 Aldursbýti 2015 - 2054 2015 2025 2035 2045 2054 Mynd: 2.5 - Kelda: Hagstova Føroya Hesar forsøgnir vísa, at gongdin við vaksandi lutfallinum av eldri fólki heldur fram. Sambært forsøgnini eru tað bara tveir teir elstu aldursbólkarnir, sum vaksa alt tíðarskeiðið. Fyri sjúkrahúsverkið viðføra hesar fólkafrøðiligu broytingarnar, at tørvurin á sjúkrahústænastum økist. Vanliga hava eldri fólk størri tørv á sjúkrahústænastum, sum myndin niðanfyri eisini vísir. Myndin er eitt yvirlit yvir talið á seingjardøgum býtt á aldur, á føroysku sjúkrahúsunum frá 2013-2015. 14000 12000 10000 8000600040002000 Su2m0a1f32013 0 Su2m0a1f52015 Su2m0a1f42014 Mynd: 2.6 - Kelda: THS 2016 14 Talvan niðanfyri vísir aldursbýttar innleggingar í %. Aldursbýttar innleggingar í % 0-9 9% 10-19 5% 20-29 9% 30-39 9% 40-49 8% 50-59 9% 60-69 15% 70-79 17% 80-89 14% 90-99 4% 100-109 0,005% Talva: 2.2 - Kelda: THS 2016 Umleið helvtin av innleggingunum eru sjúklingar eldri enn 60 ár (umleið 23 % av íbúgvunum í Føroyum eru eldri enn 60 ár). Umleið 18 % av innleggingunum eru sjúklingar eldri enn 80 ár (undir 5 % av íbúgvunum í Føroyum eru eldri enn 80 ár). 2.1.1 Tørvsmeting um fígging og starvsfólk, einans bygt á framskrivingar Demografiska gongdin og tann harvið væntaði økti eftirspurningurin eftir viðgerð, hava eina fíggjarliga avleiðing. Tá fíggjarliga orkan hjá sjúkrahúsverkinum altíð er avmarkað í mun til eftirspurningin er tað sera umráðandi at nýta tilfeingið so skilagott og munadygt sum møguligt. Ein meting av fíggjarliga tørvinum hjá sjúkrahúsverkinum í Føroyum, grundað á fólkatalsframrokningar fram til 2054, vísa, at samlaðu útreiðslurnar økjast fram til 2040. Síðani minka samlaðu útreiðslurnar aftur fram til 2054 orsakað av einari væntaðari lækking í samlaða fólkatalinum í Føroyum. Fólkatalsframrokningarnar vísa eisini eina lutfalsliga minking av arbeiðsførum fólkum, samanborið við restina av fólkinum. Tað førir so við sær aðra avbjóðing, at færri skulu gjalda fyri vælferðina og tí eisini sjúkrahústænastur v.m. Framrokningarnar vísa, at fólkatalið verður í hæddini í 2025 við beint undir 50.000 íbúgvum. Síðani lækkar samlaða fólkatalið í Føroyum. Hetta er við fyrivarni, tí her er talan um stokastiskar framrokningar, sum einans byggja á íbúgvaragongdir í Føroyum tey síðstu 30 árini. í hesum tíðarskeiðinum var ein til dømis ein sjáldsama stór fráflyting í nøkur ár í nítiárunum, sum er við til at ávirka framrokningarnar neiliga. Til dømis var vøksturin í fólkatalinum hægri í 2015 til 2016 enn væntað í fólkatalsframrokningini. Serliga er tað jaligt, sæð úr einum samfelagsfíggjarligum sjónarhorni, at yngri parturin er vaksin næstan líka nógv, sum tann eldri parturin. Men uttan mun til hvussu rættar framrokningarnar eru, er ábendingin í gongdini í aldursbýtinum greið. Livialdurin hjá bæði monnum og kvinnum hækkar, og lutfallið av íbúgvum í arbeiðsførum aldri minkar. Hesar broytingar økja um trýstið á almennu útreiðslurnar, samstundis sum gongdin hevur neiligar avleiðingar á inntøkusíðina. Tað vil siga, at færri skulu gjalda fyri ein størri tørv á heilsutænastum í framtíðini. Um ongin broyting verður, er tilfeingið avmarkað, og tískil er stórur tørvur á at avmarka útreiðsluvøksturin. Aldur 2015 100% 15 Mynd 2.7 niðanfyri vísir eina meting av útreiðslunum til heilsuverkið (heilsa minus røktarheimsútreiðslur) fram til 2054, bygd á nýggjastu fólkatalsframrokningina hjá Hagstovu Føroya. 1.200.000 1.150.000 1.100.000 1.050.000 1.000.000 950.000 900.000 850.000 800.000 750.000 700.000 útreiðslur til heilsutænastur 2015 2020 2025 2030 2035 2040 2045 2050 2054 Mynd: 2.7 Henda metingin vísir, at útreiðslurnar til heilsutænastur økjast við umleið 150 mió. kr. fram ímóti 2040. Hetta svarar til umleið 120 mió. kr. til sjúkrahústænastur, um vit rokna við, at 80 % av útreiðslunum til heilsuverkið fara til sjúkrahústænastur, sí eisini Kapittul 7. Hesin tørvur byggir bara á fólkafrøðiligar broytingar, ikki broytingar í sjúkrahústænastum. Samstundis verður tørvur á fleiri heilsustarvsfólkum frameftir. Framtíðar tørvurin í starvsfólkatilfeingi í sjúkrahúsverkinum í Føroyum økist væntandi við 20 % fram til 2040. Metingin vísir, at tørvur er á umleið 16 fleiri læknaársverkum, 68 fleiri sjúkrarøktarfrøðingaársverkum og 94 fleiri ársverkum í øðrum fakbólkum á sjúkrahúsunum. Metingin byggir á, at starvsfólkaútreiðslur eru umleið 80 % av samlaðu rakstrarútreiðslunum á sjúkrahúsunum, og at viðgerðir í útlondum er umleið 12 % av samlaðu sjúkrahúsútreiðslunum. Tað vil siga, at út frá økingini í sjúkrahúsútreiðslum á 120 mió. kr. fram til 2040, er talan um eina samlaði øking í starvsfólkaútreiðslum á 85 mió. kr., sum er umleið 20 % av útreiðslunum í dag. 2.2 Trot á heilsustarvsfólki Fleiri eldri fólk økja tí um tørvin á heilsutænastum sum heild ein gongd sum føroyska sjúkrahúsverkið longu nú upplivir. Økti tørvurin á tænastum merkir, at tørvur er á fleiri heilsustarvsfólkum. At føroyska sjúkrahúsverkið longu nú manglar fleiri serlæknar, ger avbjóðingina størri og tørvin á loysnum bæði stutttíðar- og langtíðarloysnum enn størri. Avbjóðingin við troti á heilsustarvsfólki er als ikki ein serføroyskur trupulleiki. Nógv ES lond boða frá trupulleikum bæði við at halda fast við og útvega sær starvsfólk. Trupulleikin at útvega og fastahalda starvsfólk verður alsamt meiri átrokandi so hvørt sum krøvini til heilsurøkt økjast, meðan heilsustarvsfólkini fækka, tí fleiri starvsfólk náa eftirlønaraldur. Soleiðis er framtíðar burðardygdin í heilsuverkunum í Evropu í vanda, og tískil eisini møguleikin til viðgerð. Tað er ongin ivi um, at læknatrotið er stórt í Føroyum. Og tað hevur ávirkan á góðskuna á veitingunum, sum sjúklingar hava atgongd til. Samstundis økist ábyrgdin og arbeiðstrýstið hjá 16 einstøku serlæknunum. Tað ger tað aftur truplari at útvega nýggjar serlæknar, og ein ónd ringrás er skapt. Løgtingið hevur tikið hesa avbjóðing í álvara og hevur í játtanarkørmunum fyri 2017 sett av 5 mió. kr. til at seta serlæknar í starv. Tað er tó ikki bert ein spurningur um at játta pening til læknastørv, tað er eisini ein stór avbjóðing at útvega læknar. í løtuni er tað serliga trupult at fáa fólk til ortopædkirurgi og røntgenøkið. Harafturat eru nógvir av serlæknunum komnir væl til aldurs, og trupulleikarnir versna helst, tá ið teir fara frá vegna aldur. Trotið á serlæknum merkir, at teir fáu hava stóra ábyrgd, hava nógvar vaktir, og noyðast at taka sær av øðrum læknaligum sergreinum enn teirra egnu. Myndin niðanfyri vísir talið av ársverkum í 2015 fyri serlæknar býtt í aldur og býtt ímillum læknar í føstum starvi og konsulentar. SERLÆKNAR- TAL áRSVERK 2015 2015 ialt Fastansatte Konsulenter 70 AR OG FRA 68 TIL FRA 60 TIL FRA 50 TIL UNDER 49 ALDER IKKE ÆLDRE 69 AR 67 AR 59 AR AR ANGIVET Mynd: 2.8 á nøkrum serøkjum, sum áttu at verið mannað við læknum í føstum starvi í Føroyum, er manningin konsuletar. Tað er ikki skilabest fyri samfelagið, tí tað er ofta ein dýr loysn í mun til føst størv. Meira um hetta í kapittul 4. Fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum er tann størsti fakbólkurin á sjúkrahúsunum, er avbjóðingin í løtuni tann, at trot er á serútbúnum sjúkrarøktarfrøðingum á ávísum økjum. útyvir tað er yvirskipað ikki beinleiðis trot á sjúkrarøktarfrøðingum, men demografisku broytingarnar gera, at útlit eru til, at tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum økist komandi árini. Trotið á heilsustarvsfólki snýr seg tí ikki bara um serlæknatrot, men í stóran mun eisini um aðrar starvsfólkabólkar sum sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar o.s.fr. Framrokningar úr okkara norðurlendsku grannalondum vísa, at fram til 2030 er tørvur á sløkum 30 % fleiri ársverkum og 40 % fram til 20401. Harumframt er kappingin um arbeiðsmegina hørð úr útlondunum og um fá ár fara stórir árgangir av hesari arbeiðsmegi frá fyri aldur. Kortini er munurin, at føroyska sjúkrahúsverkið, orsakað av sínari stødd, er enn meiri viðbrekið, bæði tá talan er um tilgongd og frágongd av starvsfólki og tá ið tað snýr seg um at laga seg eftir broyttum viðurskiftum. 1 Melding til Stortinget Nasjonal helse- og sykehusplan (2016-2019) 17 3,6 1,5 1,0 2,1 2,5 1,5 2,0 1,8 1,0 0,9 5,1 4,1 11,3 9,3 20,2 15,2 16,1 12,1 2.3 Medisinska menningin Medisinsk gransking og nýskapan geva nýggjar viðgerðarmøguleikar, heilivág og medisinska útgerð í stórum tali og í rúkandi ferð. Fleiri og fleiri sjúkur kunnu viðgerast og ofta tryggari og munabetri enn fyrr. Batarnir eru komnir nógvum sjúklingum til góðar og hava givið fólkinum størri trygd. Eitt álvarsligt hjáárinið við hesu góðu gongdini er, at heilsuútreiðslurnar økjast støðugt. í øllum vesturheiminum vaksa heilsuútreiðslurnar skjótari, enn restin av búskapinum. Vit brúka ein støðugt størri part av okkara ríkidømi upp á heilsu, og einki land hevur funnið eitt veruliga munadygt aftursvar til natúrligu uppdriftina í útreiðslunum. Til dømis eru útreiðslurnar til sjúkrahúsheilivág øktar við umleið 25 % tey síðstu fimm árini, sí kapittul 7. Av hesum er bara umleið ein triðingur frá øktum útreiðslum til verandi medisin. Størsta økingin kemst av, at nýtt medisin kemur fram. Hetta er gott fyri nógvar sjúklingar, sum ikki áður hava kunnað fingið hjálp. Samstundis er gongdin tann, at vit fáa einfaldari og meir flytføra útgerð. Nógvar kanningar og viðgerðir kunnu í dag fremjast tættari við sjúklingin á lítlum sjúkrahúsum og lokalum heilsumiðstøðum, ella heima við hús har sjúklingur er ein virkin viðleikari. Menningin í sjálvavgreiðslutøkni og E-heilsu vil hava við sær, at sjúklingar sjálvir kunnu taka sær av egnari heilsu og viðgerð, nógv betri enn í dag. Sjúklingurin verður ein virkin drívmegi í fyribyrging, diagnostikk, kanning, viðgerð og endurmenning. Tá ið rætta viðgerðin kann geva okkum fleiri góð ár at liva, so rokna fólk við, at sjúkrahúsverkið kann geva okkum hana sjálvt um vit eru vorðin gomul. Tað økir um eftirspurningin. Eftirspurningurin eftir sjúkrahúsviðgerð fylgir ikki bara demografisku gongdini og viðgerðarslagi. Allar royndir uttanlands vísa, at væntanir og ynski frá fólki vaksa samstundis sum almenna vælferðin økist. Samsvarið ímillum vælferðargongdina í samfelagnum og eftirspurningin hjá íbúgvunum eftir heilsuveitingum er væl skjalprógvað2. Vit eru heilt einfalt betri før fyri at ganga upp í eina góða heilsu, tess ríkari semfelagið er. 2.4 Samandráttur av avbjóðingum fyri føroyska sjúkrahúsverkið Samanumtikið kann staðfestast at demokrafiska gongdin og tann medisinska menningin fer at økja um eftirspuringin eftir sjúkrahústænastum frameftir. Lýsingin omanfyri vísir, at útreiðslurnar fara at vaksa við 120 mió. fram í móti 2040 bert við støði í fólkaframskrivingini. Haraftrat hevur medisinska menningin væntandi eisini meirútreiðslur við sær. Meira um fíggjarligu avleiðingarnar í sætta parti. 2 Sambært Melding til Stortinget Nasjonal helse- og sykhusplan (2016-2019) 18 3 Lýsing av virkseminum á teimum trimum sjúkrahúsunum í dag Hetta brotið lýsir yvirskipað virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum í dag. Lýsingin gevur eina mynd av hvørjar deildir, viðgerðir og hvørjar sergreinar eru á hvørjum sjúkrahúsi og hvussu stór játtanin er. Seinni í hesum parti eru tøl fyri innleggingar, sonevnd belegningstøl og yvirlit yvir skurðvirksemið í 2015 á teimum trimum sjúkrahúsunum. Deildinr, viðgerðir og sergreinar Viðmerkingar Akutta tilbúgvingin Kirurgi - almenn - X Parenkymkirurgi X X Kirurgiska bakvaktin á KS tekur sær av allari kirurgi helvtina av árinum. Ortopædkirurgi X X Kirurgiska bakvaktin á KS tekur sær av allari kirurgi helvtina av árinum. Gynækologi/obstretik X Anæstesiologi X (X) (X) Bert fast settir anæstesilæknar á LS. á KS og SS eru anæstesisjúkrarøktarfrøðingar á vakt. Medisinsk - intern X (X) (X) Medisinskur lækni er settur á KS (umleið 40 vikur um árið) og ein á SS. Vakt avloysir, tá læknin ikki er til arbeiðis. Pædiatri (barnalækni) X Psykiatrisk tilbúgving X Intensiv seingjadeild X (X) (X) Anæstesilæknarnir á LS hava ábyrgdina á intensivøkinum. KS hevur tvey seingjapláss á medisinsku deild. SS hevur eitt intensivt seingjarpláss Sjúkraflutningur X X X á LS er sjúkraflutningstænastan mannað alt døgnið. á KS og SS er manning i dagtímunum og síðani tilkallivakt Røntgen X (X) (X) Røntgenlækni er pa LS, meðan radiografar og røntgensjúkrarøktarfrøðingar hava 19 Landssjúkrahúsið Klaksvíkar sjúkrahús Suðuroyar sjúkrahús ábyrgdina fyri røntgenvaktini á KS og SS CT X MR X Rannsóknarstova X X X Medisinskar deildir: Medisinsk seingjardeild X X (X) á KS og SS er felags seingjardeild fyri medisin og kirurgi Medisinskt ambulatorii X (X) (X) Kirurgiskar deildir: Kirurgisk seingjardeild X X X á KS og SS er felags seingjardeild fyri medisin og kirurgi Eygna X Oyra-, nøs- og háls X Tannlækni X Føðideild X (X) Kirurgisk ambulatorii X X X Psykiatriskar deildir: Psykiatrisk seingjardeild X Økispsykiatri X Endurvenjing: Fysioterapi/ergoterapi X X X Annað: Kliniskir dietistar X Klinisk farmaci X Tænastan er á LS, men verður keypt frá Apoteksverkinum Talva: 3.1 Øll trý sjúkrahúsini hava eina ávísa akutta tilbúgving eins og tey øll hava kirurgisk og medisinsk seingjarpláss. Rannsóknarstovukanningar og konventionellar røntgenkanningar verða framdar á øllum sjúkrahúsunum og somuleiðis fysio- og ergoterapi. á teimum økjum, har tey minnu sjúkrahúsini ikki hava umstøður ella fakligar førleikar at bjóða tænastur, hevur Landssjúkrahúsið høvuðsábyrgdina av øllum landinum. Her er til dømis talan um flestu medisinsku sjúkurnar, størri 20 skurðviðgerðir, serligar kanningar, t.d. MR- og CT skanningar v.m. Játtanin hjá teimum trimum sjúkrahúsunum sæst niðanfyri. Gev gætur at virksemið uttanlands er lagt undir kontuna Landssjúkrahúsið í 2015. 3.1 Virksemistøl belegningur á sjúkrahúsunum í hesum broti verða tey týdningarmestu tølini fyri virksemið í sjúkrahúsverkinum lýst. Støði verður tikið í yvirlit yvir sjúklingatal eisini nevnt belegningur - á seingjadeildunum á teimum trimum sjúkrahúsunum í tíðarskeiðinum 2013 til 2015. Upplýsingarnir eru fingnir tilvega úr heilsuhagtalskipanini og eftirkannað og góðkendir av fyritøkuni Cosmic. Fyri Landssjúkrahúsið eru tølini skift niður á deild á ávikavist Medisinska depilin og Skurðdepilin. í Klaksvík og í Suðuroy eru felags seingjardeildi fyri medisin og skurð. Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum Belegningur í prosentum er roknaður út frá hvussu nógvar innleggingar eru á deildini sæð í mun til normerað seingjarpláss. Viðmerkjast skal, at á B5 er frískur fylgjari innlagdur saman við øllum børnunum og eru tey við í hesum tølunum. Eisini eru tey sum eru í orlov tald við. Talva: 3.2 Kelda: THS Niðanfyri tabell lýsir tal av innleggingum og útskrivingum á ávísari deild pr. ár. Eisini lýsir hon tal av seingjardøgum pr. ár. Talva: 3.3 Kelda: THS Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum Belegningurin í prosentum er roknaður út frá hvussu nógvar innleggingar eru á deildini sæð í mun til normerað seingjarpláss. á A2 vil ein partur vera frískur fylgjari, t.e. pápar sum kunnu vera innlagdir við. 1.000 DKK 2014 2015 J2016 Landssjúkrahúsið 402.540 578.862 594.362 Virksemi uttanlands 137.186 0 0 Klaksvíkar sjúkrahús 64.790 65.489 67.482 Suðuroyar sjúkrahús 54.115 56.486 57.575 Belegningur í % 2013 2014 2015 B5 barnadeild 169% 206% 191% B6 111% 115% 117% B7 105% 95% 111% B8 94% 103% 101% í alt við B5 120% 130% 130% í alt uttan B5 103% 105% 110% LS 2013 2014 2015 Deild Inn út Seingja- dagar Inn út Seingja- dagar inn út Seingja- dagar B5 2250 2250 4322 2258 2569 5265 2512 2512 4846 B6 1006 1001 5669 1064 1063 5408 1135 1132 6260 B7 204 204 3845 182 177 2957 220 224 4045 B8 1128 1144 4102 1166 1166 4525 1188 1188 4429 21 Belegningur í % 2013 2014 2015 A2 føðideild 108% 112% 103% A3 (5 døgn) 50% 52% 61% G4 86% 84% 93% í alt við A2 81% 83% 86% í alt uttan A2 68% 68% 77% Talva: 3.4 Kelda: THS Talvan niðanfyri lýsir tal av innleggingum og útskrivingum á ávísari deild pr. ár. Eisini lýsir hon talið av seingjardøgum pr. ár. Talva: 3.5 Kelda: THS Klaksvíkar Sjúkrahús Belegningur í prosentum er roknaður út frá hvussu nógvar innleggingar eru á deildini sæð í mun til normerað seingjarpláss. Viðmerkjast skal, at frískur fylgjari og tey sum eru í farloyvi eru tald við. Deild M lat aftur í mars 2015 og Seingjardeildin lat upp í februar/mars 2015. Talva: 3.6 Kelda: THS Talvan niðanfyri lýsir tal av innleggingum og útskrivingum á ávísari deild pr. ár. Eisini lýsir hon tal av seingjardøgum pr. ár. Talva: 3.7 Kelda: THS Suðuroyar Sjúkrahús Belegningur í prosentum er roknaður út frá hvussu nógvar innleggingar eru á deildini sæð í mun til normerað seingjarpláss. Viðmerkjast skal, at frískur fylgjari og tey sum eru í orlov tald við. Talva: 3.8 Kelda: THS LS 2013 2014 2015 Deild Inn út Seingja- dagar Inn út Seingja- dagar inn út Seingja- dagar A2 1469 1466 6283 1514 1514 6550 1531 1542 6044 A3 462 424 1137 502 484 1358 573 550 1495 G4 1500 1548 6908 1603 1615 6731 1620 1637 7493 Belegningur í % 2013 2014 2015 Deild M 50% 63% 85% Seingjadeildin 0 0 73% í alt 50 63% 79% KS 2013 2014 2015 Deild Inn út Seingja- dagar Inn út Seingja- dagar inn út Seingja- dagar Deild M 614 517 2354 672 668 3177 172 180 1004 Seingjardeildin 1091 1082 4984 Belegningur í % 2013 2014 2015 Seingjadeildin B 55% 66% 62% í alt 55% 66% 62% 22 Talvan niðanfyri lýsir talið av innleggingum og útskrivingum, á ávísari deild pr. ár. Eisini lýsir hon talið av seingjardøgum pr. ár. Talva: 3.9 Kelda: THS 3.2 Virksemið innan skurðviðgerðir í 2015 Tað hevur víst seg at verða torført at fáa til vega upplýsingar um viðgerðir á sjúkrahúsunum úr talgildu heilsuskipanini. Tað er ein stór og sera tíðarkrevjandi uppgáva fyri ymisku deildirnar at telja alt saman við hond og tí varð avgerð tikin um, at vit í hesum arbeiði í minsta lagi ynsktu at fáa virksemisupplýsingar um skurðøkið. Tí eru bara greinaðar upplýsingar um skurðvirksemi á sjúkrahúsunum. Sjúkrahúsini hava í hesum sambandi hvør sær gjørt eitt stórt arbeiði við at telja skurðvirksemi í 2015 saman við hond. Talið á skurðviðgerðum býtt á sonevndar operatións klassifikatiónskodum síggjast í myndini niðanfyri. Gev gætur at, at yvirlitið fyri Landssjúkrahúsið ikki vísir eina fullfíggjaða mynd av virkseminum í teimum førum, har fleiri enn ein skurðviðgerð er í einari seansu. Tað vil siga, at har meir enn ein operatións klassifikatiónskoda verður gjørd í einari seansu, verður bara tann fyrsta skrásett. í nógvum førum er tvær seansur, í onkrum føri eru fleiri. í tølunum fyri skurðvirksemið á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi eru allar skurðviðgerðir taldar við. Niðanfyri er yvirlit yvir skurðvirksemið í 2015 á Landssjúkrahúsinum. SSH 2013 2014 2015 Deild Inn út Seingja- dagar Inn út Seingja- dagar inn út Seingja- dagar Seingjadeild B 1015 1010 5214 1106 1103 6269 1012 1018 5846 Skurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum í 2015 KZ: Tillægsdoder til specifikation af operationer KU: Endoskopier gennem naturlige og kunstige... KT: Mindre kirurgiske precedurer KQ: Operationer pa hud og underhud KP: Operationer pa perifere kar og lymfesytem KN: Operationer pa bevægeapparatet KM: Obstetriske operationer KL: Operationer pa kvindelige kønsorganer KK: Operationer pa urinveje, mandlige kønsorganer og... KJ: Operationer pa fordøjelsesorganer og milt KE: Operationer pa læber, tander, kæber, mund og svælg KC: Operationer pa øje og øjenomgivelser KA: Operationer pa nervesystemet 0 6 293 1 249 1498 491 40 74 161 246 728 800 1000 200 400 600 1200 1400 1600 Mynd: 3.1 - Kelda: Landssjúkrahúsið Tal á skurðviðgerðum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í 2015 býtt á operatións klassifikatiónskodur sæst í myndini niðanfyri. 23 Antal operationer pa Klaksvíkar sjúkrahús i 2015 KZ: Y-V plastik KY: Udtagninger af væv til transplantation KU: Endoskopier gennem naturlige og kunstige... KT: Mindre kirurgiske procedurer KQ: Operationer pa hud og underhud KP: Operationer pa perifere kar og lymfesystem KN: Operationer pa bevægeapparatet KM: Obstetriske operationer KL: Operationer pa kvindelige kønsorganer KJ: Operationer pa fordøjelsesorganer og milt KA: Operationer pa nervesystemet 1 1 2 1 7 51 21 71 63 83 404 199 0 50 100 150 200 250 300 350 400 450 Mynd: 3.2 - Kelda: Klaksvíkar sjúkrahús Talið á skurðviðgerðum á Suðuroyar sjúkrahúsi í 2015 býtt á operatións klassifikatiónskodur sæst í myndini niðanfyri. Skurðviðgerðir á Suðuroyar sjúkrahúsi í 2015 KU: Endoskopier gennem naturlige og kunstige... KT: Mindre kirurgiske procedurer KQ: Operationer pa hud og underhud KP: Operationer pa perifere kar og lymfesystem KN: Operationer pa bevægeapparatet KM: Obstetriske operationer KL: Operationer pa kvindelige kønsorganer KK: Operationer pa urinveje, mandlige kønsorganer og... KJ: Operationer pa fordøjelsesorganer og milt KH: Operationer pa bryst KG: Operationer pa andedrætsorganer, brystkasse,... KD: Operationer pa øre, næse og strubehoved KC: Operationer pa øje og øjenomgivelser KA: Operationer pa nervesystemet 165 3 40 14 11 3 527 28 20 1 1 713 0 20 40 60 80 100 120 140 160 180 Mynd: 3.3 - Kelda: Suðuroyar sjúkrahús 3.3 Uttanlandstænastan Føroyska sjúkrahúsverkið sendir sjúklingar uttanlands, sum ikki kunnu fáa viðgerð í Føroyum. Fyrra myndin niðanfyri vísir talið av viðgerðum uttanlands frá 2013 til 2015, seinna vísir gistingar á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn frá 2013 til 2015. Talva: 3.10 Kelda: Uttanlandstænastan Uttanlandsviðgerðir 2013 2014 2015 Viðgerðir uttanlands 2.284 2.204 2.387 ávístir fylgjarar 1.473 1.350 1.410 24 Sjúklingahotellið 2013 2014 2015 Gistingar 27.197 30.060 29.221 Talva: 3.11 Kelda: Uttanlandstænastan Mynd 3.4 vísir tal av sjúklingum ávístir til viðgerð uttanlands skift á diagnosubólkar. Tal av sjúklingum ávístir til viðgerð uttanlands í 2015 Dzz-Dzz Andet DZ00-DZ99 Faktorer af betydning for sundhedstilstand... DS00-DT98 Læsioner, forgiftninger og visse andre følger... DR00-DR99 Symptomer og abnorme fund ikke... DQ00-DQ99 Medfødte misdannelser og... DP00-DP96 Visse sygdomme, der opstar i perinatalperiode DO00-DO99 Svangerskab, fødsel og barsel DN00-DN99 Sygdomme i urin- og kønsorganer DM00-DM99 Sygdomme i knogler, muskler og bindevæv DL00-DL99 Sygdomme i hud og underhud DK00-DK93 Sygdomme i fordøjelsesorganer DJ00-DJ99 Sygdomme i andedrætsorganer DI00-DI99 Sygdomme i kredsløbsorganer DH60-DH95 Sygdomme i øre og processus mastoideus DH00-DH59 Sygdomme i øje og øjenomgivelser DG00-DG99 Sygdomme i nervesystemet DF00-DF99 Psykiske lidelser og adfærdsmæssige... DE00-DE90 Endokrine og ernæringsbetingede... DD50-DD89 Sygdomme i blod og bloddannende organer... DC00-DD48 Svulster DA00-DB99 Infektiøse incl. parasitære sygdomme 4 6 6 5 7 4 1438 19 18 116 63 61 64 4782 49 133 135 0 50 100 150 200 250 300 240 267 Mynd: 3.4 Kelda: THS 25 4 Hvørjar viðgerðir og tænastur skal føroyska sjúkrahúsverkið bjóða hvørji heilsustarvsfólk er tørvur á og hvussu fáa vit útvega og fasthildið tey? Ein av aðalspurningunum í hesum arbeiðinum er at gera tilmæli um hvørjar grundleggjandi viðgerðir og tænastur skulu vera í føroyska sjúkrahúsverkinum og hvar hesar viðgerðir eiga at vera veittar. í høvuðsheitum kunnu vit skilja sundur tað, ið eigur at verða veitt her heima í Føroyum og tað, sum av ymsum ávum ikki ber til at veita á føroysku sjúkrahúsunum. Orsøkirnar til, at ávísar viðgerðir ikki kunnu gerast í Føroyum eru serliga at viðgerðin er ov fakliga torfør í mun til ta serfrøði sum finst. Tað merkir, at tað er týðandi samband millum ta serfrøði, sum er til taks serliga serlæknar, men eisini tey, ið eru rundanum serlæknan og møguleikan at bjóða viðgerðir í Føroyum á nøktandi støði. í hesum kapitli fara vit fyrst at viðgera spurningin um hvørjar viðgerðir eiga at vera gjørdar í Føroyum, tað vil siga hvørjar sergreinar vit eiga at kunna bjóða við fakligari dygd og trygd í føroyska sjúkrahúsverkinum við røttu førleikunum. Spurningurin hevur verið viðgjørdur í serfrøðingabólkinum og byggja niðurstøðurnar í hesari frágreiðing á orðaskiftið og niðurstøðurnar hjá serfrøðingabólkinum. Sum nevnt er tó neyðugt við røttu serfrøðini fyri at bjóða viðgerðir. Tað merkir, at óloysiligt samband er ímillum ta sergrein sjúkrahúsverkið bjóðar og teir serlæknar, ið eru tøkir. Uttan serlækna og onnur serkøn heilsustarvsfólk ber ikki til at veita viðgerðina. Tí vilja vit eisini í hesum parti viðgera spurningin um tørvin á serlæknum. 4.1 Stremba eftir at fáa so nógvar viðgerðir heim til Føroya sum til ber Samanumtikið eigur tað føroyska sjúkrahúsverkið at stremba eftir, at so nógvar viðgerðir á so nógvum serlæknaøkjum sum gjørligt verða bjóðaðar í Føroyum. Tað er tó nøkur sera høgt spesialiseraði økir, sum tað ikki verður mett ráðiligt at bjóða í Føroyum í nærmastu framtíð. Innan skurð er eru tað skurðviðgerðir í heilanum (neurokirurgi), thoraxkirurgi og hjartakirurgi. Eisini verður mett, at føroysku sjúkrahúsini eiga ikki at gera skurðviðgerðir í Føroyum, tá talan er um illkynjaðar sjúkur, sonevndar malignar sjúkur undantikið viðgerðir fyri krabbamein í langanum (colon), sum ber til at gera í Føroyum. Aftrat hesum eru eisini serliga spesialiseraðar ryggskurðviðgerðir, ið neyvan eiga at verða gjørdar í Føroyum. Tað er nógvir ryggsjúklingar í Føroyum, sum hava tørv á skurðviðgerð og mett verður, at ein stórur partur av hesum kunnu bjóðast í Føroyum við røttu læknaligu førleikunum. Smærri skurðsergreinar, so sum handkirurgi, akslakirurgi og plastkirurgi, eiga møguliga at samskipast við hjálp frá konsulentskipanum ella í samstarvi við onnur viðgerðarstøð. Eitt nú eigur bróstskurðviðgerðir at verða skipað í tøttum samstarvi við viðgerðarstøð uttanlands. Viðvíkjandi medisinsku sergreinunum metir serfrøðingabólkurin, at størsti parturin kann gerast í Føroyum. Yvirskipað eigur sjúkrahúsverkið at miða ímóti at hava læknar í føstum starvi til ymisku sergreinarnar. Ein partur av serfrøðingabólkinum nevndi tó dermatologi (húðsjúkur) sum eitt øki, sum er betur skikkað til samstarv við einari konsulent skipan ella í telemedisinskum samtarvi við annað sjúkrahús uttanlands. Tað sama er galdandi innan krabbameinsøkið, sum fleiri meta vera hóskandi sum konsulentskipan, har vit samstarva tætt við eitt annað viðgerðarstað. Orsøkin er, at subspesialiseringin er sera stór á hesum økjunum. á røntgenøkinum eiga vit at arbeiða fyri at fáa gjørt fleiri kanningar í Føroyum, sum í dag verða sendar uttanlands. Serfrøðingabólkurin metir eisini, at ein størri partur av tí spesialiseraðu endurvenjingini, sum í dag verður gjørd uttanlands, eigur at kunna og kann gerast í føroyska sjúkrahúsverkinum. 26 Sum nevnt krevja viðgerðirnar serkøn starvsfólk. Føroyska sjúkrahúsverkið bjóðar í dag eina langa røð av viðgerðum og er álitið hjá flest øllum føroyingum, sum stríðast við sjúku. Tó eru ikki allar viðgerðir til taks í Føroyum og samanlagt verður áleið ein 1/6 av fíggjarligu orkuni í føroyska sjúkrahúsverkinum nýtt til at bjóða sjúklingum kanningar og viðgerðir uttanlands. Mett verður, at ein ikki ótýðandi partur av hesum viðgerðum kundu verið í Føroyum, um serfrøðin var tøk. í hesum høpi er talið av serlæknum avgerandi. Tað er tó ikki ikki bert samlaða talið av serlæknum, sum hevur týdning. Eins týdningarmikið er, at býtið av serlæknum innan ymsu sergreinaøkini er rætt. 4.1.1 Menning av føroyska sjúkrahúsverkinum krevur skikkaði heilsustarvsfólk Ein av heilt stóru avbjóðingunum í føroyska sjúkrahúsverkinum er vantandi serlæknar. Sum vit hava víst á aðrastaðni, so eru avbjóðingarnar nógvar og samansettar. Fleiri sergreinar eru sum frá líður so illa mannaðar við serlæknum í føstum starvi, at trýstið verður ov stórt og byrðan hjá tí einstaka serlæknanum so tung, at tað førir við sær, at teir velja at siga seg úr starvi, og tað ger so tað, at trýstið á teir, sum eru eftir, verður enn størri. Hetta er ein ónd ringrás. Bæði Læknafelag Føroya og Serlæknafelagið hava lagt greiningar fram, sum vísa, at læknatrotið er sera høgt í Føroyum samanborið við okkara grannalond. Greiningin hjá Læknafelagnum síðsta heyst staðfesti, at tað mangla fleiri enn 50 læknar í Føroyum samanborið við onnur Norðanlond. í greiningini hjá Læknafelagnum verður tosað um læknar generelt, t.v.s. yvirlæknar, praktiserandi læknar, hjálparlæknar, deildarlæknar o.s.fr. Serlæknafelagið hevur lagt fram yvirlit yvir talið á serlæknum í føstum starvi í føroyska sjúkrahúsverkinum. Síðsta dagførda útgávan er heilt nýggj, hon er frá juni í 2016 (sí fylgiskjal A). Yvirlitið hjá Serlæknafelagnum vísir býtið millum serlæknar, sum starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum, við útgangsstøði í frágreiðingini hjá Sundhedsstyrelsen Lægeprognose udbuddet af læger 2012-2015. Niðurstøðan er, at pr. juni 2016 arbeiða 32 serlæknar á føroysku sjúkrahúsunum og av teimum eru 12 yvir 60 ár og 20 eru undir 60 ár. Tað eru 15 normeraði størv, sum ikki eru sett. Haraftrat metir Serlæknafelagið við støði í serlæknatalinum í Danmark at tað haraftrat áttu at verið fleiri enn 30 føst serlæknastørv aftrat í Føroyum. At samanbera útboðið av serlæknum ávíst ár í Danmark við tørvin á serlæknum í føroyska sjúkrahúsverkinum gevur eina góða ábending um tørvin á serlæknum innan ymsu sergreinarnar. Tað er tó ikki heilt einfalt, og skal av grundum, sum verða viðgjørdar niðanfyri, takast við størsta fyrivarni. Fyri tað fyrsta er talan um útboðið av serlæknum á arbeiðsmarknaðinum, íroknað tey, sum eru í farloyvi ella eru arbeiðstøk. Uppgerðin í Lægeprognosen tekur heldur ikki hædd fyri um serlæknin arbeiðir hálva ella fulla tíð. Harumframt er talan um útboðið av øllum serlæknum tvørtur um ymisk størv. Høvuðsparturin av læknunum, sum eru við í arbeiðsliðnum, arbeiða annaðhvørt í sjúkrahúsverkið, sum kommunulæknar ella sum privatstarvandi serlæknar. Men umleið tíggjundi hvør starvast í øðrum vinnugreinum3. Ein annað atlit sum togar hinvegin er, at vit í Føroyum hava tung vaktarløg á trimum - í donskum samanhangi smáum sjúkrahúsum, sum krevja eyka serlæknamanning. 3 Sí s. 32 í Lægeprognose 2015-2040 udbuddet af læger og speciallæger 27 Kortini meta vit, at yvirlitið hjá Serlæknafelagnum er eitt gott útgangsstøðið fyri at gera eina meting av hvussu nógvir serlæknar eiga at starvast á føroysku sjúkrahúsunum, um vit skulu røkka málunum, at flest allar kanningar og viðgerðir við fáum undantøkum - skulu fara fram í Føroyum. Somuleiðis gevur talið av donskum læknum innan hvørja sergrein eina stak góða ábending og kann virka sum eitt slag av benchmarking fyri, hvussu stórt tal av serlæknum áttu at starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum lutfalsliga. Tølini úr Lægeprognosen eru løgd við sum fylgiskjal til hesa frágreiðing, sí fylgiskjal B. í talvuni niðanfyri eru ymsu serlæknagreinarnar settar upp eftir sama leisti sum í Lægeprognosen udbuddet af læger 2015-2040. Sergreinarnar thoraxkirurgi, karkirurgi og neurokirurgi eru ikki við í yvirlitinum samsvarandi tí tilmæli, sum víst var á omanfyri. í teigunum høgrumegin sergreinina verður víst á hvussu nógv mannaðu ymsu sergreinarnar í 2015 í ársverkum4. Fyrst í settum størvum og síðani konsulentar5. Síðsti teigurin er metingar hjá verkætlanarbólkinum av hvussu stór ætlaða manningin átti at verið við støði í tilfarinum frá Serlæknafelagnum og Lægeprognosen frá Sundhedsstyrelsen6. Sergrein Sett størv (ársverk) Konsulentar (ársverk) Tilsamans (ársverk) Normerað, størv7 Ætlað manning Intern med. uttan sergrein 0,3 0,3 2 1 Endokrinologi - hormonsjúkur 0 0 2 Kardiologi hjartasjúkur 4,1 0,2 4,3 3 3 Lungamedisin 0 1 1 Gastroenterologi - magasjúkur 1,9 1,9 1 2 Nefrologi nýrasjúkur 1,0 1,0 1 1 Rheumatologi giktasjúkur 0,9 0,2 1,1 1 (2)8 2 Neurologi - nervasjúkur 1,1 1,1 2 3 Onkologi - krabbameinssjúkur 0,3 0,3 0 1 Pædiatri barnasjúkur 3,0 0,2 3,2 3 3-4 Dermatologi húðsjúkur 0,8 0,8 0 1-2 Geriatri eldrasjúkur 0 1 1 Patologi 1,0 0,2 1,2 1 1-2 Hæmatologi - blóðsjúkur 1,0 1,0 1 1 Infektiónsmedisin 1,0 1,0 1 1 Kirurgi (almen kirurgi, kirurgi, gastroentereologi) 3,3 1,0 4,3 3 5-6 Ortopedisk kirurgi 2,2 1,8 4,0 4 6 Gynækologi/Obstetrik (kvinnusjúkur) 3,3 0,7 4,0 3 4-5 Anæstesiologi narkosulækni 4,0 1,1 5,1 5 8 Radiologi røntgenlækni 3,39 1,3 4,5 3 4-5 4 Serlæknarnir, sum hava avtalu við Heilsutrygd, eru við í yvirlitinum.5 Talið av serlæknaársverkum í Føroyum byggir á upplýsingar trektar úr løndata-warehouse hjá Gjaldstovuni og frá uppgerðum hjá konsulentum.6 Roknað eftir lutfallinum í fólkatalinum Føroyar og Danmark. Sum útgangsstøði eru donsku tølini býtt við 116. 7 Sambært yvirlitinum hjá Serlæknafelagnum frá juni 20168 Frá 2015 hevur normeringin verið tveir giktalæknar9 í juni 2016 var eingin radiologur í føstum starvi 28 Oto-rhino-laryngologi oyra-, næsa-, hálssjúkur 2,1 0,2 2,3 2 3 Ofthalmologi eygnalækni 3,9 0,8 4,7 3 3 Plastikkirurgi 0,8 0,8 0 1 Urologi 1,0 1,6 2,6 1 1-2 Psykiatri inkl. barna- og ungdómspsykiatri 1,4 1,7 3,1 4 9 Klinisk kemi, immunologi, mikrobiologi, fysiologi og nuklearmedisin 0,2 0,2 0 2 Arbeiðsmedisin 1,0 1,0 1 1 ógreinað 1,0 1,0 Tilsamans 39,5 15,2 54,7 71-78 Talva 4.1 Sambært yvirlitinum kann staðfestast, at sjúkrahúsini og Heilsutrygd10 høvdu tilsamans 39,5 serlæknar í settum starvi í 2015 roknað í ársverkum. Haraftrat vóru tilsamans gott 15 ársverk konsulentar (talið av konsulentum var 115). Síðan hetta yvirlitið eru fleiri serlæknar, sum hava sagt seg úr starvi, t.d. er eingin røntgenlækni (radiologur) í føstum starvi í juni 2016. Tað eru eisini aðrar orsøkir til at talið á fulltíðarstørvum er heldur hægri enn uppgerðin frá Serlæknafelagnum. Serlæknafelagið telur persónar, sum arbeiða sum serlæknar við ymiskum sergreinum. á fleiri økjum arbeiðir ein serlækni meir enn eitt heilt fulltíðarstarv. í nøkrum førum tvey, og tað er neyvan ikki haldgott í longdini. Við støði í útboðnum av serlæknum í Danmark meta vit, at okkum tørvar millum 71 og 78 serlæknar, um allar tær nevndu viðgerðirnar skulu fara fram í Føroyum. Havandi í huga, at um 10 prosent av læknunum í Danmark ikki starvast sum serlæknar er rætta talið helst nærri 71 enn 78. Samanumtikið er tørvurin á fleiri serlæknum stórur. Omanfyri er ein roynd at áseta áleið hvussu nógvir serlæknar áttu at verið í føroyska sjúkrahúsverkinum, um flest allar viðgerðir við nøkrum undantøkum fóru fram í Føroyum. Ein slík uppgerð skal takast við stórum fyrivarni, men gevur eina góða ábending um tær sergreinar sum krevjast og hvussu nógvir serlæknar skulu til fyri at manna hesar. Tørvslýsing av serlæknamanning. Mælt verður til, at leiðslan á sjúkrahúsunum saman við neyðugari serlæknafrøði við støði í uppgerðirni omanfyri ger eina neyva lýsing av hvørjar sergreinar skulu vera í Føroyum, eina tíðarætlan fyri hesum og hvussu hesar sergreinar eiga at verða mannaðar. 4.1.2 Ein samanbering av fulltíðarstørvum Ein annar háttur at gera sambarligar greiningar av hesum slagnum er at samanbera fulltíðarstørv. í frágreiðingini hjá Læknafelagnum frá heysti í 2015 byggir ein partur av greiningunum eisini á eina samanbering av læknum í fulltíðarstørvum í heila tikið. Við at brúka fulltíðarstørv kunnu vit 10 Harav vóru 1,75 ársverk goldin umvegis Heilsutrygd 29 samanbera tey somu tølini fyri bæði londini. Sum nevnt eru fleiri konsulentar í serlæknastørvum í føroyska sjúkrahúsverkinum. á eSundhed.dk eru talvur yvir Beskæftigede pa offentlige sygehuse 2001-2015. Har síggjast yvirlit yvir serlæknar deildarlæknar og yvirlæknar á almennu sjúkrahúsunum. á somu heimasíðu, er eitt yvirlit yvir praktiserandi serlæknarnar, sum hava avtalu við donsku heilsutrygdina. Yvirlitið vísir, at í 2015 vóru í alt 8.999 serlæknar í fulltíðarstarvi (deildarlæknar: 1.823, yvirlæknar v.m.: 6.279 og praktiserandi serlæknar: 897)11. Flutt til føroysk viðurskifti, svarar tað til 78 serlæknar í fulltíðarstarvi í føroyska sjúkrahúsverkinum, sum passar rættiliga væl við metta talið av serlæknum omanfyri (millum 71-78). Tað er tó umráðandi at minnast til, at ein lutfalsliga stórur partur av viðgerðini av føroyskum sjúklingum fer fram uttanlands, serliga á donskum sjúkrahúsum. Tað merkir, at føroyski borgarin fær veitingina og føroyski skattgjaldarin rindar fyri serlæknar uttanlands. Hvussu fegin vit enn ynskja, at allar viðgerðir verða gjørdar í Føroyum í framtíðini, er tað neyvan møguligt. Tí verður eisini neyðugt framyvir at keypa tænastur uttanlands. í dag rindar føroyska sjúkrahúsverkið yvir 100 mió. kr. samanlagt fyri viðgerðir uttanlands, umframt ferðir og sjúklingahotell. Tað er ómetaliga trupult at meta neyvt um, hvussu nógvar serlæknar í fulltíðarstarvi hetta svarar til um árið, men samanborið við hinar útreiðslurnar í sjúkrahúsverkinum, svara viðgerðirnar uttanlands til umleið ein sættapart av samlaðu sjúkrahúsútreiðslunum. Tað svarar kanska til einar 10-15 serlæknar, sum føroyska sjúkrahúsverkið rindar fyri uttanlands. 4.1.3 Samanumtøka av sergreinum og serlæknamanning Við støði í tí, sum stendur omanfyri, koma vit til ta niðurstøðu, at skulu vit røkka málunum um, at flest allar kanningar og viðgerðir skulu fara fram á sjúkrahúsi í Føroyum er stórur tørvur á serlæknum. Við støði í donskum tølum fyri útboðið av serlæknum og egnum metingum skulu vit í Føroyum hava fleiri enn 70 serlæknar í starvi á føroysku sjúkrahúsunum, um vit skulu røkka málinum um at bjóða flest allar kanningar og viðgerðir í Føroyum við teimum undantøkum, sum eru nevnd í hesum kapitli. Gjørt upp í fulltíðarstørv rindaði føroyska sjúkrahúsverkið og Heilsutrygd í 2015 fyri í alt 39,5 læknar í føstum starvi, 15 konsulentum12 umframt 10 til 15 serlæknar gjøgnum uttanlandsviðgerðina. Tað merkir, at føroyska sjúkrahúsverkið rindar fyri út við 30 serlæknar í alt, sum ikki eru í føstum starvi í Føroyum. 11http://esundhed.dk/sundhedsaktivitet/arbejdsmarked/offentligesygehuse/_layouts/15/xlviewer.aspx?id=/su ndhedsaktivitet/arbejdsmarked/offentligesygehuse/Documents/Fuldtid_Hoved_Aar.xlsx 12 Tøl frá Gjaldstovuni vísa, at eitt fulltíðarkonsulentstarv kostar millum 15 og 20 prosent meira ein fastsettur serlækni 30 Rekrutteringsætlan. Vit mæla til at farið verður undir eina miðvísa ætlan at fáa til vega fleiri serlæknar til føst størv í føroyska sjúkrahúsverkinum. Føroyska sjúkrahúsverkið er ikki burðardygt uttan fleiri serlæknar í føstum starvi. Ein serlækni í sjálvum sær er tó ikki nóg mikið til at røkja eina sergrein. Onnur heilsustarvsfólk skulu eisini setast í starv. Seta serlæknar í føst størv. Mælt verður til, at peningurin, sum í dag verður nýttur til konsulentar og uttanlandsviðgerð eigur í størri mun at verða nýttur til at útvega serlæknar í føstum starvi. Hetta er tó ikki nóg mikið. Harumframt verður mælt politisku skipanini til, at umframt játtanina á 5 mió. kr., sum er sett av í 2017, eisini verður játtað 5 mió. kr. afturat um árið í 2018, 2019 og 2020 til at manna upp við serlæknum og øðrum heilsustarvsfólkum. 4.2 útvega, fasthalda og menna heilsustarvsfólk Føroyska sjúkrahúsverkið stendur fyri stórum avbjóðingum komandi árini at útvega og varðveita nøktandi arbeiðsmegi. Sum nevnt hava vit longu í dag eitt ørkymlandi trot millum størstu fakbólkarnar í sjúkrahúsverkinum serstakliga serlæknar og skulu vit flyta okkum longur fram á leið á heilsuøkinum, er avgerandi, at vit hava røttu heilsustarvsfólkini og í røttum tali. Samstundis vísa allar framrokningar av demografisku gongdini at tørvurin á heilsuveitingum verður nógv størri frameftir. Tað er ikki ov nógv at siga, at starvsfólkatrotið er ein hóttan móti okkara heilsu og vælferð. Um vit ikki av álvara taka okkum av trupulleikunum nú, fer heilsuverkið ikki at megna at nøkta framtíðar krøvini um dygdargóða viðgerð. Vit hava tí bráðtørv á handling, nýhugsan og vilja til menning, so vit framyvir verða før fyri at útbúgva, útvega og varðveita nøktandi, væl skikkaða arbeiðsmegi. Skal hetta eydnast má føroyska sjúkrahúsverkið framvegis verða eitt dragandi arbeiðspláss. Tað eru nógvir ymiskir faktorar, ið spæla inn hjá tí einstaka og í hesum partinum fara vit at umrøða ymsik átøk, sum hava til felags, at tey kunnu vera við til at geva heilsustarvsfólkum enn fleiri orsøkir at velja føroysku sjúkrahúsini sum arbeiðspláss sítt. Bæði fyri tey, ið frammanundan starvast har og tey, ið umhugsa at taka við starvi á sjúkrahúsunum. Altjóða gransking og royndir vísa, at tað serliga eru trý viðurskifti, sum eru serliga avgerandi fyri at fáa til vega og fasthalda heilsustarvsfólkum í útjaðaraøkjum sum t.d. ísland, Skotland og Norðurnoreg. . 1)  Tað fremsta er, at at satsa upp á fólk, sum eru vaksin upp í økinum, og . 2)  at fólkini hava fingið jaligar kliniskar og útbúgvingarligar royndir í økinum, sum ein part av útbúgvingini og, . 3)  ein málrættað útbúgving í útjaðaraøkinum aftaná kandidatútbúgving13. Tí má útgangsstøði fyri útvegan fyrst og fremst at satsa upp á væl skikkaðar føroyingar og at í minsta lagið ein partur av útbúgvingini verður boðin heima í Føroyum. Lærutíðin til til dømis serlækna er 13 Roger Strasser, m.fl.: Education for rural practice in rural practice s. 10 31 sera drúgv og møguleikin fyri, at læknalesandi festa røtur uttanlands er ógvuliga stórur. Verkætlanarbólkurin hevur tað greiða útgangsstøði, at tess longur føroysk lesandi eru í Føroyum undir útbúgving, tess størri er møguleikin fyri, at tey koma aftur at arbeiða í føroyska heilsuverkinum, tá ið tey eru liðug at læra. Bestu dømini eru tey føroysku lesandi innan sjúkrarøktarfrøði og heilsurøkt, sum so at siga øll starvast í Føroyum eftir loknan lestur, tí skipað útbúgving er í Føroyum. Øðrvísi er við serlæknum og læknum, ið ikki kunnu taka útbúgvingin heima í Føroyum, men sum vit fara at vísa á í hesum partinum, so er gjørligt at vaksa um ta tíð, ein serlækni undir útbúgving er í Føroyum. Tað meta vit fer at økja um sannlíkindini fyri, at fleiri velja at koma heim í føroyska sjúkrahúsverkið at arbeiða seinni. útbúgving er tó ikki alt. Onnur viðurskifti eru eisini týðandi fyri at eitt arbeiðspláss virkar dragandi. Frægasti ambassadørurin fyri sjúkrahúsverkið er helst hann, sum longu starvast á sjúkrahúsunum. Hetta er kanska serliga týðandi, tá viðurskiftini eru smá sum í Føroyum. Trívast fólk ikki, er trupult at draga onnur til. Er umdømið vánaligt er trupult at útvega nýggj starvsfólk og at varðveita tey, sum eru. Tí er eisini neyðugt at tilvitað hjúkla um tey, sum longu starvast í verkinum, við miðvísum arbeiði við menning av tí einstaka og trivnað í heila tikið. í mun til umdømi hevur tað eisini týdning, at tey, ið starvast eru við til at byggja upp eina jaliga mynd av sjúkrahúsverkinum. í hesum brotinum greiða vit nærri frá avbjóðingunum, sum vit hava við útvegan og førleikamenning, og hvørji átøk, vit eiga at gera, fyri at kunna eftirlíka framtíðar krøvum um viðgerðir við høgari góðsku. Fyrst og fremst verður hugt eftir ítøkiligum átøkum, sum fremja møguleikarnar fyri at útvega og varðveita heilsustarvsfólk. Samstundis er tað fyri okkum greitt, at føroyska sjúkrahúsverkið manglar at gera skipaðar langtíðarætlanir viðvíkjandi útvegan og førleikamenning og at tað arbeiðið helst krevur eina sentrala forankring. Hetta er eitt arbeiði, sum sjúkrahúsverkið eigur at gera saman við ítøkiligu átøkunum, sum greitt verður frá seinni. 4.2.1 Felags strategi fyri útvegan, varðveitan og menning av starvsfólkum á teimum ymsu verkstovunum saman við Serfrøðingabólkinum er gjørt greitt, at sjúkrahúsini arbeiða hvør sær, tá tað snýr seg um útvegan og førleikamenning í sjúkrahúsverkinum. Einstakir kunningarfundir verða hildnir fyri læknalesandi á Landssjúkrahúsinum, tá ið fleiri av teimum lesandi eru heima í frítíðunum. Harumframt verður søkt eftir læknum og øðrum heilsustarvsfólki eftir tørvi. Tað verður gjørt alsamt minni uppsøkjandi arbeiðið. Tað uppsøkjandi arbeiðið, sum verður gjørt, er ikki strategiskt og yvirskipað, men stak kent og eftir tørvi hjá einstaka sjúkrahúsinum. Royndirnar eru ymiskar. Summar deildir á Landssjúkrahúsinum hava eydnast sera væl við at fáa til vega starvsfólk, meðan tað gongur stak illa á øðrum deildum. Soleiðis kann tað eisini verða munur á hvussu sjúkrahúsini, sum heilt, eydnast við at fáa til vega læknar á ymsum stigum. í roynd og veru fer í løtuni fram kapping ímillum sjúkrahúsini um skikkað starvsfólk. Ivasamt er, um tað er gagnligt í einum sjúkrahúsverkið, sum hevur eitt upptøkuøki uppá minni enn 50.000 fólk. Meginparturin av Serfrøðingabólkinum metir, at tað hevði verið gagnligt at samskipa tað uppleitandi arbeiðið betur, og at sjúkrahúsini í felag eiga at hava støðugt samskifti við læknalesandi uttanlands. í felag kundu tey farið til stóru útbúgvingarstøðini í t.d. Danmark og í Póllandi fyri at vitja tey lesandi, hoyra um teirra ætlanir og kunna tey um føroyska sjúkrahúsverkið, og hvat tey kunnu bjóða viðvíkjandi intostørvum og framtíðar størvum. Sjúkrahúsverkið eigur harumframt at gera meira við at leita føroyingar upp, sum eru í gongd við eina høvuðsútbúgving og eggja teimum at koma heimaftur til Føroyar. Innan serlæknar er samlaða talið 32 hóast alt lítið. Samstundis eigur sjúkrahúsverkið at hjálpa føroyingum, sum eru í gongd við eina høvuðsútbúgving og gera samstarvsavtalur við sjúkrahús uttanlands, soleiðis at ein partur av útbúgvingini kann vera í Føroyum. Serfrøðingabólkurin hevur eisini víst á, at tað er neyðugt, tá arbeitt verður við at útvega starvsfólk, at vera meiri proaktivur, tá ið tað kemur til sosial viðurskifti, tá fólk skulu flyta til Føroyar. Sjúkrahúsverkið skal soleiðis ikki bara bjóða arbeiði og løn, men eisini hjálpa við praktiskum viðurskiftum, so sum at finna bústað, barnaansing og kanska kanna møguleikarnar hjá makum at fáa starv v.m. Samanumtikið verður mett, at arbeiðið við at útvega, fasthalda og førleikamenna heilsustarvsfólk ber í ov stóran mun brá av tilvild. Eingin yvirskipað ætlan er fyri arbeiðinum, sum tí verður ad-hoc kent. Ei heldur liggja veruligar greiningar av starvsfólkatørvi innan ymsu økini til grund fyri arbeiðinum, sum tí er uttan kós. Tørvur er á at orðað eina greiða visjón og at ein felags ætlan verður løgd fyri økið. í hesum samanhangi er tørvur á at gera greiningar og framrokningar um framtíðar starvsfólkatørvin, sum kann nýtast sum eitt amboð til eina strategiska útveganar- og førleikaráðlegging á sjúkrahúsunum. Fyri at kunna røkja omanfyrinevndu uppgávur er neyðugt at hava eina tilfeingissterka starvsfólkadeild, sum skal virka tvørtur um sjúkrahúsini. Starvsfólkadeildin skal vera tvørgangandi og virka fyri alt sjúkrahúsverkið og vísa til eina sjúkrahúsleiðslu. Stovnsetan av felags starvsfólkadeild. Mælt verður til at seta á stovn eina felags tilfeingissterka starvsfólkadeild, sum raðfestir arbeiðið við at útvega, førleikamenna og varðveita serlæknar og onnur heilsustarvsfólk til tey trý sjúkrahúsini. Og at deildin eisini arbeiðir við einari langtíðarætlan fyri økini. Niðanfyri verður greitt frá nøkrum ítøkiligum átøkum, sum ein felags starvsfólkadeild eigur at raðfesta beinanvegin. 4.2.2 KBU-skeið og innleiðslustørv (introstørv) Sum áður nevnt vísa altjóða royndir, at tess longur í okkara føri føroyingar eru í Føroyum undir útbúgving, tess størri er møguleikin fyri, at tey koma aftur at arbeiða í føroyska heilsuverkinum, tá ið tey eru liðug við útbúgvingina. Ein ítøkilig avbjóðing, sum hevur stungið seg upp seinnu árini, er, at føroyskir kandidatar, sum eru útbúnir í læknafrøði í Danmark, hava trupult við at fáa tikið sonevnda KBU-skeiðið (klinisk basisuddannelse/grundútbúgving)14 í Føroyum, hóast tey hava ynski um tað. Skipanin er soleiðis háttað, at tú eftir loknan lestur ger ein raðfestan lista yvir støð, ið tú ynskir at taka KBU-skeiði og síðani verður avgjørt við lutakasti, hvør sleppur á tað raðfesta sjúkrahúsið. Heilt ítøkiliga merkir tað, at tey, ið taka eitt lágt tal í lutakastinum hava møguleika at velja fyrst. Tey ið taka eitt høgt tal, kunnu ikki vænta at fáa sína raðfesting, um fleiri lesandi hava somu raðfesting. Tá Føroyar er vorðið eitt vælumtókt útbúgvingarstað, eru tað eisini fleiri danir, sum ynskja at taka KBU-skeiðið í Føroyum. í lutakastinum verða umsóknir frá dønum og føroyingum javnsettar. 14 Kliniska grundútbúgvingin (KBU) er fyrsti útbúgvingarliður í læknaligu framhaldsútbúgvingini. í KBU nýtur tann lesandi sína vitan frá fróðskaparsetrinum/universitetinum til at vera lækni. 33 Avleiðingin er, at fleiri føroyingar ikki fáa møguleika at velja Føroyar, og tí taka teirra KBU-skeið í Danmark. Til dømis kann nevnast, at í januar 2016 vóru 12 KBU-læknar í Føroyum, og av teimum vóru tríggir føroyingar. Síðani 2010 hava tað verið 50 KBU-læknar í Føroyum og 16 av teimum vóru føroyingar. Verkætlanarbólkurin hevur fingið at vita, at bara í ár eru í minsta lagið fýra føroyingar sum hava lokið læknalestur í Danmark, sum ikki sluppu til Føroyar, hóast tey ynsktu tað. Tað er ynskiligt, at broyta hesa skipan, soleiðis at føroyingar undir útbúgving fáa ein framíhjárætt til at taka KBU-skeið í Føroyum. Tað eru í roynd og veru tveir tættir í at velja. Annaðhvørt at arbeiða fyri, at føroyingar fáa ein framíhjárætt í verandi skipan ella at vit skipa okkara egnu KBU-skeið í Føroyum. Um tað vísir seg ikki at vera møguligt at broyta verandi skipan, eigur ein føroysk KBU- skipan at verða sett í verk, eins og í Grønlandi, sum hava skipað egin KBU-skeið, har umsøkjarar við grønlendskari bakgrund hava framíhjárætt. Tað tykist ikki vera nøkur formlig ella lóggávulig viðurskifti, sum forða fyri einari tílíkari skipan. í einari føroyskari skipan er tað møguligt at gera tað, at tú skilir føroyskt, til eina kvalifikatión. Harafturímóti kann tað ikki, sambært føroyskari lóg, vera ein kvalifikatión í sjálvum sær at vera føroyingur. Ein annar fyrimunur við slíkari skipan er, at eisini føroysk læknalesandi úr øðrum londum enn Danmark, fingu møguleikan at tikið KBU-skeið í Føroyum. Ein føroysk KBU-skipan má sjálvsagt verða góðkend av danska Sundhedsstyrelsen, um hon skal vera galdandi fyri tey, sum seinni søkja um framhaldslestur til serlækna í Danmark. Føroyar koma at bera útreiðslurnar av slíkari skipan, eisini tí umsitingarliga partinum. Tí skal avgerðin verða væl grundað og sera væl fyrireikað, áðrenn hon verður sett í verk. Onkur hevur borið fram tann ótta, at tað kann vera trupult at fáa nóg nógvar umsóknir til at fáa mannað størvini, um grundleggjandi broytingar verða gjørdar í skipanini. Metingin er, at fleiri av teimum, sum nú søkja størvini, kunnu hugsast at vera ivingarsom um farið verður úr tí donsku KBU- skipanini. Roknast skal tí við, at stór orka skal leggjast í at gera eina skipan, sum líkur øll krøv og sum hevur álit millum tey læknalesandi og onnur. Um tað skuldi hent, at tað onkuntíð eru fleiri umsóknir, enn størv, er møguligt at gera nýggj størv. Samanumtikið er hetta helst tann loysnin, sum best kann tryggja, at allir føroyingar, sum ynskja tað, kunnu fáa eitt KBU-skeið í Føroyum. Framíhjárætt at taka KBU-skeið í Føroyum. Vit mæla til, at Heilsu- og innlendismálaráðið tekur málið upp við donsku myndugleikarnar, fyri at fáa KBU-skipanina broytta, soleiðis at føroyingar fáa framíhjárætt at taka teirra KBU-skeið í Føroyum innan fyri núverandi skipan. Um tað ikki er ein møguleiki, ráða vit til, at ein føroysk KBU-skipan, á sama hátt sum í Grønlandi, verður sett í verk í Føroyum. Fleiri introstørv í dag eru fimm læknar í einum innleiðslustarvi í Føroyum tríggir í intern medisin og ein ávikavist í psykiatriini og ortopædkirugiini. Serfrøðingabólkurin hevur orðað eitt ynski um at fleiri introstørv verða sett á stovn í Føroyum. Trupulleikin við at seta hesi størv á stovn er, at fleiri av sergreinunum eru so illa mannaðar, at tey megna ikki at seta størvini á stovn. Hetta er ein ónd ringrás, tí tað er serliga í teimum sergreinunum, har tørvur er á at útvega serlæknar, at orkan ikki er til at seta introstørv á stovn. Ein møguleiki, sum serfrøðingabólkurin eisini hevur víst á og sum Landssjúkrahúsið eisini arbeiðir við at seta í verk er at føroyskir introlæknar á donskum deildum, 34 m.a. innan fyri anæstesiologi og røntgenøkið, kunnu koma í starvsvenjing á Landssjúkrahúsinum styttri tíðarskeið til dømis ein ella tveir mánaðir. 2-3 fleiri introstørv á Landssjúkrahúsinum. Vit mæla til, at 2-3 fleiri introstørv verða sett á stovn á Landssjúkrahúsinum, og at Landssjúkrahúsið ger avtalur við donsk sjúkrahús, har føroyingar hava introstørv, so hesi partvís eisini kunnu vera á Landssjúkrahúsinum. 4.2.3 Heilsuútbúgvingar í Føroyum Við tí í hyggju at útvega og varðveita heilsustarvsfólk, eiga fleiri heilsufakligir útbúgvingarmøguleikar at verða settir á stovn á Fróðskaparsetri Føroya. í dag er møguligt at fáa eina sjúkrarøktarfrøðinga útbúgving á Fróðskaparsetrinum, og heilsuhjálpara- ella heilsurøktara útbúgving á Heilsuskúlanum í Suðuroy. Møguleikin fyri at menna nýggjar útbúgvingar er vaksin, eftir at ein adjungeraður professari varð settur í starv í 2015 á Fróðskaparsetrinum m.a. við tí uppgávu at menna víðari útbúgvingar á heilsu- og læknavísindaliga økinum og at styrkja eitt vísindaligt samstarv í Føroyum við samstarvsfelagar uttanlands. Serfrøðingabólkurin hevur í viðgerðini víst á, at fleiri heilsuvísindaligar bachelor- og master útbúgvingar eiga at setast á stovn í Føroyum, eisini eftirútbúgvingar. útbúgvingarnar kunnu setast á stovn í samstarvi við fróðskaparsetur í okkara grannalondum. Tað eru fleiri eyðsæddir møguleikar við at seta á stovn fleiri heilsuvísindarligar útbúgvingar í Føroyum í mun til at útvega og varðveita serkøn starvsfólk. Sum víst á í innganginum er greitt samband millum ta tíð tey lesandi hava verið í heimlandinum og møguleikarnar fyri, at tey velja at koma heim aftur at arbeiða eftir loknan lestur. Aðrir møguleikar eru eisini. í dag eru fleiri læknar, ið ynskja at sameina ta kliniska við gransking og undirvísing. Verður eitt nú læknaútbúgving sett á stovn í Føroyum, fara læknar í heilsuverkinum at verða bæði klinikarar, universitetslærarar og granskarar og Landssjúkrahúsið kann tá rópa seg eitt universitetssjúkrahús. Adjungeraði professarin Fróðskaparsetrinum hevur saman við starvsfeløgum kannað møguleikan at seta eina læknaútbúgving á stovn í Føroyum. Niðurstøðan í hesum arbeiðinum er, at tey mæla til at ein læknaútbúgving á verður sett á stovn í samstarvi við læknaútbúgvingina á Aalborg Universitet, m.a. soleiðis at próvtøkur verða samskipaðar við Aalborg Universitet. í fyrstu syftu verður viðmælt, at bachelorútbúgvingin skal kunna takast í Føroyum, men at tað eisini verður arbeitt fram ímóti, at eisini kanditatútbúgvingin skal kunna takast seinni. Tey mæla til, at 10 læknalesandi skulu sleppa inn um árið. Tey meta, at tað fer at kosta uml. 12 mió. kr. at útbúgva teir fyrstu 10 bachelorarnar. Bólkurin, sum hevur gjørt tilmælið um læknalestur í Føroyum, vísur á, at fleiri avbjóðingar eru við at skipa slíka undirvísing á fróðskaparsetri. Ein av orsøkunum til, at bólkurin metir, at rættast er at bíða við kandidatútbúgvingini er, at vit í løtuni ikki hava nóg stórt tal av klinikarum. Fyrimunurin við at byrja við bachelorpartinum sambært tilmælinum er, at vit so kundu fylgt hesum lesandi inn í kliniska partin og at tann kliniska verðin t.v.s. serlæknamanningin í sjúkrahúsverkinum, kann náa at verða ment til ta tíð. Ment merkir, at økt stórliga um serlæknatalið. Við hesum høvdu vit fingið ein trý ára skoða. 35 Stovnsetan av læknaútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya. Vit mæla til, at sett verður á stovn læknaútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya til 10 lesandi hvørt ár á bachelor-stigi í samstarvi við fróðskaparsetur uttanlands, t.d. Aalborg Universitet. Mælt verður til, at lestrarleiðari verður settur í eitt ár at fyrireika lesturin. Fleiri lesandi til sjúkrarøktarfrøði Seinastu 30 árini eru 22 nýggj lesandi um árið tikin inn á sjúkrarøktrarfrøðiútbúgvingina. Seinastu 3 árini eru millum 80-85 umsóknir komnar inn, t.v.s. at umleið ein fjórðingur av teimum, sum søkja, sleppa inn. Umframt hetta, eru umleið 80 føroyingar, sum lesa til sjúkrarøktarfrøðing í Danmark15 og royndir vísa, at fleiri av teimum koma ikki heimaftur at starvast. Sum umboð í Serfrøðingabólkurin hava víst áttu fleiri at verið tikin inn á sjúkrarøktarfrøðiskúlan í Føroyum. Sum við øðrum starvsbólkum er vandin størri fyri, at missa skikkaði starvsfólk, tá ið tey taka alla útbúgvingina aðrastaðnis. Trupulleikin í fleiri ár hevur verið, at tað hevur verið ein fløskuhálstrupulleiki á sjúkrahúsunum við starvsvenjingarplássum til tey lesandi. Tað hevur ført við sær, at tað ikki hevur borið til at taka fleiri næmingar inn á skúlan. Sama er galdandi fyri útbúgvingina til heilsurøktara. Ein nýggj avtala millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Mentamálaráðið hevur bøtt um støðuna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum soleiðis, at átta fleiri lesandi sleppa inn á skúlan í heyst. Tað merkir at í heyst verða 30 nýggj lesandi verða tikin inn. Harumframt merkir uppraðfestingin av einum kliniskum samskipara at onnur átta lesandi kunnu koma inn í føroysku útbúgvingarskipanina úr tí donsku. Tað verður mett, at broytingin at økja um talið av sjúkrarøktarfrøðilesandi skal setast í verk og eftirmetast, áðrenn talið av lesandi skal økjast meir. útbúgving í paramedisin16 í Føroyum Tann prehospitala tilbúgvingin er í menning. Tey seinnu árini eru starvsfólkini í sjúkraflutningstænastuni alsamt meira førleikament, og ein leiðandi liðlækni er settur í starv fyri alt tað føroyska sjúkrahúsverkið. Hóast hetta, er í dag bert ein paramedisinari settur í starv í Føroyum, sum starvast á Suðuroyar sjúkrahúsi. Verkætlanarbólkurin metur at tørvur er á at útbúgva fleiri paramedisinarar við tí endamáli at tryggja, at dygdin á prehospitalu tilbúgvingini verður hækkað. Hetta kundi verið gjørt á tann hátt at skipa eina bachelorútbúgving í paramedisin á Fróðskaparsetrinum, annaðhvørt sum ein bachelor útbúgving í paramedisin burturav, ella sum ein liður í sjúkrarøktarfrøðingsútbúgvingini eins og tað verður gjørt í Svøríki. Tá kunnu tey lesandi byrja útbúgvingina saman við sjúkrarøktarfrøðingunum. Fyrsti partur í slíkari útbúgving er anatomi, fysiologi, farmakologi, v.m. sum eru somu lærugreinar sum sjúkrarøktarfrøðingar hava í sínari útbúgving. Síðani verður útbúgvingin meiri ítøkilig, og fer í størri mun at snúgva seg meiri um akutmedisin, trauma, prehospitala øki v.m. 15 Vøka nr. 1 2016 s. 12-1316 Ein paramedisinari hevur serligar førleikar at veita lívbjargandi hjálp til til sjúklingar og har talan er um álvarsligar skaðar og lívshóttandi tilburðir 36 4.2.4 Uppgávuflyting og delegering Spurningurin um at flyta uppgávur millum starvsbólkar í sjúkrahúsverkinum varð nógv umrøddur í Serfrøðingabólkinum. Flest øll vóru samd um, at stórt potentiali var í hesum á fleiri stigum. Millum annað kann flytan av uppgávum (ella delegering, sum tað eisini verður rópt) bøta um trupulleikan við vantandi serlæknum og øðrum heilsustarvsfólkum í sjúkrahúsverkinum. í mun til at gera sjúkrahúsverkið til eitt dragandi arbeiðspláss hevur tað eisini áhuga fyri starvsfólk, at tey altíð arbeiða á hægst møguligum stigi og við mest møguligari ábyrgd. í triðja lagi er tað eisini fíggjarliga skynsamt. Sum arbeiðsgevarar hava sjúkrahúsini eina serliga ábyrgd at tryggja smidliga uppgávurøkt og finna loysnir, sum taka hædd fyri serligu tørvinum á hvørjum einstøkum arbeiðsplássi. Sambært Serfrøðingabólkinum eru møguleikar í uppgávuflyting, har bólkurin t.d. hevur skotið upp, at sjúkrarøktarfrøðingar eftirútbúgvast til at røkja uppgávur, sum serlæknar røkja í dag. Dømi, sum vórðu nevnd vóru APN-sjúkrarøktarfrøðingar (Avanced Practice Nursing)17, coloskoperandi sjúkrarøktarfrøðingar og útskrivingarsamskiparar. Eitt annað sjónarmið, sum kom fram á verkstovunum var, at fakbólkar í sjúkrahúsverkinum, sum ikki eru læknar ella sjúkrarøktarfrøðingar, hava førleikar, sum ikki verða gagnnýttir í sjúkrahúsverkinum, tí serliga sjúkrarøktarfrøðingar brúka tíð upp á at loysa uppgávur, sum teir ikki hava kjarnuførleikar at gera. Verkætlanarbólkuirn tekur undir við teimum sjónarmiðum um, at arbeiðið við uppgávuflyting skal styrkjast. Týðandi er, at allir starvsbólkar í sjúkrahúsverkinum verða hugsaðir inn í uppgávuflytingina, so uppgávurnar verða loystar við fremstu fakligu dygd. Tað inniber eisini økt fokus á, hvussu ymiskir starvsfólkabólkar við miðvísari førleikamenning kunnu lærast upp at røkja nýggjar uppgávur. í hesum sambandi eigur ein miðvís gjøgnumgongd at verða gjørd av einstøku sergreinunum og viðgerðarøkjunum á sjúkrahúsunum til tess at kanna møguleikarnar fyri at flyta uppgávur millum starvsbólkar. Starvsfólkadeildin kundi staðið fyri einari tílíkari miðvísari gjøgnumgongd við hjálp frá serfrøðingum, sum hava staðið á odda fyri slíkum greiningum aðrastaðnis. Slíkt arbeiði er ikki løtuverk og helst er gott, at seta sjóneykuna á útvaldar deildir/eindir í senn. Starvsfólkadeildin eigur at gera eitt tilmæli til sjúkrahúsleiðsluna um ítøkilig átøk og loysnir fyri at fremja skynsama uppgávuflyting millum starvsbólkar. Miðvís gjøgnumgongd av sergreinum/viðgerðarøkjum. Mælt verður til, at ein miðvís gjøgnumgongd av einstøku sergreinunum/viðgerðarøkjunum á sjúkrahúsunum og kanna møguleikarnar fyri at flyta uppgávur á viðkomandi økjum. 4.2.5 Samstarvsavtalur við sjúkrahús uttanlands um starvsfólkaumbýti Tá ið avtalur verða gjørdar við sjúkrahús uttanlands um sjúklingaviðgerðir, eigur tað at vera ein partur av avtaluni, at tað ber til at býta starvsfólk um, soleiðis at heilsustarvsfólk í Føroyum kunnu arbeiða á størri sjúkrahúsum/deildum uttanlands fyri at varðveita og betra sínar førleikar. Avtalur kunnu eisini gerast, sum bara umfata starvsfólkaumbýti. Harumframt eigur tað at verða sett sum krav, at læknar, sum verða settir í starv í Føroyum, eitt ávíst tíðarskeið um árið, t.d. ein mánað, skulu arbeiða á einum størri sjúkrahúsið uttanlands. Hetta kann verða gjørt sum eitt umbýti, har læknar frá 17 Ein APN sjúkrarøktarfrøðingur er ein løggildur sjúkrarøktarfrøðingur, sum hevur ognað sær vitan á serfrøðingastigi, førleikar í at taka fjøltáttaðar avgerðir og kliniskar førleikar til víðkað virksemi. 37 sama sjúkrahúsi samstundis koma til Føroyar at arbeiða. áðurnevnda starvsfólkadeild kann umsita eina skipan við starvsfólkaumbýti. Starvsfólkaumbýti. Vit mæla til, avtalur verða gjørdar við sjúkrahús uttanlands um starvsfólkaumbýti, samstundis sum at tað verður sett sum krav, at læknar, sum verða settir í starv í Føroyum, eitt ávíst tíðarskeið um árið, t.d. ein mánaða, skulu arbeiða á einum størri sjúkrahúsið uttanlands. 4.2.6 Lønarviðurskifti og pensjónsviðurskifti Serfrøðingabólkurin hevur eisini víst á, at lønirnar eru lægri í Føroyum enn í okkara grannalondum og tað hevur við sær, at tað er truplari at útvega starvsfólk. Umboð fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar og læknarnar vístu á, at lønin í Føroyum er lægri samanborið við onnur lond, sum vit kappast við um arbeiðsmegi, Danmark og ikki minst Noregi. Slíkar samanberingar skulu altíð takast við fyrivarni, men Serlæknafelagið vísir í uppgerð á, at lønin 10-15 % lægri í Føroyum enn í Danmark, samstundis, sum føroyskir læknar hava eina longri arbeiðsviku (ávikavist 37 og 40 tímar). Tað merkir, at hesir starvsbólkar ikki hava fíggjarligar orsøkir til at velja Føroyar. Eisini varð víst á, at reglurnar um forskatting av pensjónum gera tað minni dragandi at koma til Føroyar at starvast við tað, at eftirlønin í Føroyum skal gjaldast í ein føroyskan eftirlønargrunn, sum ikki kann flytast til grunn í øðrum londum. Somuleiðis er fatanin millum serlæknarnar tann, at tænastumannasetanin er avoldað og mæla til aðra skipan. Lønarviðurskifti eru eisini ein faktorur í mun til at útvega og fasthalda starvsfólk. í øllum førum, tá munurin á lønini er stórur. í arbeiðinum hevur verkætlanarbólkurin verið í sambandi við stjóran á Landspitalinum, sum greiddi frá, at meginsjúkrahúsið í íslandi í fleiri ár hevur stríðst við at fáa sett serlæknar og lutvíst serútbúnar sjúkrarøktarfrøðingar í føst størv, tí lønin framvegis var ávirkað av stóru niðurskurðinum undir fíggjarkreppuni í íslandi. Eftir drúgvar og rokmiklar samráðingar í 2015 hækkaði læknalønin og lønin til sjúkrarøktarfrøðingarnar við knøppum triðingi og síðani hevur Landspitalið ikki havt trupulleikar at fáa til vega hesi heilsustarvsfólk. 38 5 Uppgávubýti í føroyska sjúkrahúsverkinum í arbeiðssetninginum til hesa frágreiðingina verður bólkurin biðin um at koma við tilmælum um hvørjar viðgerðir og tænastur skulu vera í føroyska heilsuverkinum og út frá hesum viðmæla, hvørjar viðgerðir og tænastur skulu vera á teimum ymisku sjúkrahúsunum, og hvussu tær skulu samskipast. Vit greiddu í fjórða parti frá um hvørjar kanningar og viðgerðir eiga at fara fram á føroysku sjúkrahúsunum og í hesin parturin av frágreiðingini snýr seg um, hvussu vit fáa eitt betri uppgávubýti millum sjúkrahúsini. Hesir spurningur hava eisini verið eitt afturvendandi evni í teimum fýra verkstovunum, sum hava verið saman við serfrøðingabólkinum. Kunnleikin hjá serfrøðingum til og áskoðan á føroyska sjúkrahúsverkið, hava givið týðandi input, og hava verið avgerandi fyri teir spurdómar, sum frágreiðingin lýsir. Tað er vert at draga fram, at sjálvt um fleiri limir í serfrøðingabólkinum eru samdir um fleiri spurningar og loysnir til tær avbjóðingar, sum eru í føroyska sjúkrahúsverkinum, kunnu vit ikki tosa um serfrøðingabólkin sum eina samda eind. Serfrøðingabólkurin er í hesum sambandi komin við grundleggjandi og umráðandi íkasti til frágreiðingina, men tað eru verkætlanarbólkurin og stýribólkurin, sum standa við endaligu ábyrgdini av greiningunum og tilmælunum í frágreiðingini. Fyrsta arbeiðsdagin varð serfrøðingabólkurin beinleiðis biðin um at skifta orð um, hvørjar avbjóðingar teir upplivdu í sjúkrahúsverkinum, og hvørja avleiðingar hesar avbjóðingar høvdu. Niðurstøðan var, at tað vóru fleiri avbjóðingar í føroyska sjúkrahúsverkinum, sum høvdu avleiðingar fyri sjúklingin, starvsfólkini og í mun til effektivitet og at gagnnýta orkuna til fulnar. Hesar avbjóðingar kunnu skipast í tríggjar høvuðsavbjóðingar, nevniliga  Vantandi fígging,  vantandi serlæknar og  vantandi uppgávubýti, samskipan og samstarv á fleiri stigum. Einki orðað uppgávubýti er millum sjúkrahúsini. Men samskipanin og samstarvið haltar eisini á fleiri øðrum økjum. Bæði millum tey trý sjúkrahúsini, upp til Heilsu- og innlendismálaráðið og til tað politiskt- strategisku skipanina, út til primera geiran og ímillum ymisu deplarnar innanhýsis á sjúkrahúsunum. Spurningarnir um útvegan og fígging verða viðgjørdir í ávikavist 4. og 7. parti. í hesum partinum hyggja vit eftir, hvussu sjúkrahúsverkið kann styrkjast við einum betri uppgávubýti og samstarvi tvørtur um sjúkrahús. Sum tað framgongur av arbeiðssetninginum, er politiska ætlanin at varðveita virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum, og tí er tað uppgávan í frágreiðingini, við hesari fyritreyt, at koma við tilmælum, so samlaða orkan hjá teimum trimum sjúkrahúsunum verður brúkt til fulnar. Orkan fevnir um starvsfólk, útgerð og høli, sum samanlagt er tey trý sjúkrahúsini. Týðandi ýti Harumframt má málið í einari skattafíggjaðari heilsuskipan altíð vera, at allir sjúklingar fáa skikkaða heilsutænastu, uttan mun til hvar í landinum tey búgva. Hetta treytar, at øll sjúkrahúsini hava skikkað og roynd starvsfólk. í Noregi viðger Stórtingið júst nú eina fráboðan til Stórtingið: Nasjonal helse- og sykehusplan (2016-2019), sum undir yvirskriftini Trygg sjúkrahús og betri heilsutænastur uttan mun til, hvar tú býrt í høvuðsheitum hava hesi týðandi ýti: sjúklingar, sum luttaka virki í at taka avgerðir um teirra egnu viðgerð og menna heilsutænastuna 39  starvsfólk í røttum tali við røttum førleikum, sum kunnu nýta sína tíð rætt  sjúkrahús sum hava eitt týðiligt uppgávubýti og sum arbeiða saman í toymum góðska mennir heilsutænastuna og skal vera ráðandi fyri heilsutænastuna, sum verður bjóðað. Hesi fýra ýtini eru, eftir metingini hjá verkætlanarbólkinum, líka umráðandi fyri at tryggja menningina hjá tí føroyska sjúkrahús- og heilsuverkinum, sum tí norska. Nýmótans viðgerðargongdir eiga at taka útgangsstøði í tørvi, evnum og ynskjum hjá tí einstaka, og heilsuverkið eigur, so vítt gjørligt at bjóða tænastur nær við heimið. Men um vit skulu kunna bjóða skikkaðan diagostikk og viðgerðir, tørvar okkum professionel starvsfólk við røttu førleikunum. Um fólk ikki hava atgongd til t.d. ein serlækna, hava tey heldur ikki atgongd til best skikkaðu viðgerðina. í dag, tá tað yvirhøvur er trot á professionellum starvsfólki, er enn meiri neyðugt, at tey, sum eru, brúka sína tíð rætt, so tepra tilfeingið og orkan, kunnu nýtast til fulnar. Tí er tað so umráðandi við greiðum ábyrgdarbýti, samskipan og samstarvi millum sjúkrahúsini. Tað er okkara greiða fatan, at eitt væl lýst uppgávubýti í føroyska sjúkrahúsverkinum, er neyðugt, fyri at tryggja viðgerðargóðskuna. Hetta setir samstundis krøv til samskipan og samstarv. Vit fara tí eisini at grundgeva fyri, at sjúkrahúsini mugu samstarva nógv betur, og virka sum ein eind og ikki sum tríggjar sjálvstýrandi eindir, sum í dag. Hesin partinum snýr seg nevniliga um hesa avbjóðingina: hvussu skal uppgávubýtið vera millum tey trý sjúkrahúsini? Fyrst í hesum broti skulu vit lýsa nøkur avgerandi menningarstig innan akuttilbúgvingina, kirurgiina og internmedisinska økið, sum hava ávirkan á, hvussu vit kunnu planleggja uppgávubýtið. Harnæst kemur tilmælta uppgávubýtið millum tey trý sjúkrahúsini nú og við framtíðini í huga. 5.1. Akuttilbúgvingin í føroyska sjúkrahúsverkinum Sum lýst í yvirlitinum í 3. parti, hava tey trý sjúkrahúsini akuttfunktiónir alt samdøgrið. Øll trý sjúkrahúsini hava akuttfunktión innan kirurgi, meðan Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús eisini hava internmedinskan lækna á vakt alt samdøgrið, hvønn dag alt árið. í Klaksvík og í Suðuroy verða hesar funktiónir í høvuðsheitum stuðlaðar av sjúkrarøktarfakligari narkosutænastu, laboratoriitænastu og røntgentænastu. Størsti parturin av vaktartænastuni er tilkallivakt. Sjálvt um tað eru fáar akuttar skurðviðgerðir á lokalu sjúkrahúsunum, hava sjúklingarnir eina fjølbroytta sjúkumynd og hava tørv á ymiskum skurðviðgerðum. Avbjóðingin hjá teimum smáu sjúkrahúsunum er tí at hava neyðugu førleikarnar tøkar, soleiðis at tey kunnu veita eitt trygt akutttilboð allar dagarnar í vikuni og allar tímar á degnum. Henda avbjóðing verður størri í framtíðini, tí færri og færri hava førleikan sum almennur kirurgur. Samstundis er kirurgifakið blivið stórt og viðgerðarmøguleikarnir nógvir. Akuttkirurgi er eitt fakøki í stórari menning, og fer tey komandi árini at krevja fleiri serútbúnar førleikar og meiri framkomnar stuðulsfunktiónir og serútgerð. Avbjóðingarnar, sum eru knýttar til varðveiting av akuttfunktiónunum á teimum trimum sjúkrahúsunum, hava verið kendar í nógv ár í Føroyum. Longu í 1993 viðgjørdi Varder-frágreiðingin spurningin, og tað sama gjørdi álit um framtíðar sjúkrahúsverk í 2007. Seinnu árini eru stórar broytingar hendar í samferðslukervinum, og tá ið Eysturoyartunnilin er liðugur um nøkur fá ár, eru bara einir 30-40 kilometrar millum Tórshavn og Klaksvík. Fortreytirnar fyri at samskipa virksemið millum tey bæði sjúkrahúsini eru tá serliga góðar. Tá gevur tað t.d. lítla meining at innkalla fólk í vakt, seta kirurgisku bakvaktina í gongd og at gera klárt til torgreidda skurðviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Sjúklingurin eigur tá at verða fluttur skjótast gjørligt á Landssjúkrahúsið til akutta viðgerð. Suðuroyar 40 sjúkrahús er í einari serstøðu í hesum samanhangi, tí at tað er tað einasta veruliga útjaðarasjúkrahúsið í Føroyum. Meira um tað seinni. 5.1.1 Tilmæli um akuttmóttøkur á teimum trimum sjúkrahúsunum Akuttilbúgvingin skal veita skjóta og einsháttaða viðgerð við høgari góðsku til tann akutt sjúka ella løstaða sjúklingin. í sambandi við akuttilbúgvingina á teimum trimum sjúkrahúsunum er tað harumframt umráðandi at skilja ímillum tvey ting. Er talan um akutta tilbúgving við tí fyri eyga at fremja heilar ella lutvísar viðgerðir á staðnum, ella er talan um prehospitala tilbúgving18, har uppgávan er at gera sjúklingin kláran/stabilan til flutning, fyri síðani at flyta hann til eitt sjúkrahús, har viðgerðin kann fullførast. Tosa vit um sjúklingatrygd, kann tað vera betri at hava eina góða prehospitala tilbúgving við betraðum flutningsmøguleikum, heldur enn at varðveita eina ivasama akuttfunktión á sjúkrahúsinum. Sum áður nevnt, er tað alsamt truplari at fáa serlæknar við so breiðum førleikum, at teir einsamallir kunnu átaka sær at viðgera sjúk og løstaði við ymiskum og torgreiddum trupulleikum. Hetta ger seg galdandi bæði innan medisinska og kirurgiska økið. Ein onnur grundleggjandi hugsan er, at jú oftari tú gert okkurt, jú betri dugir tú tað, t.v.s. at ein samanhangur er millum nøgd, royndir og dygd. Ein stórur partur av serfrøðingabólkinum hevði ta áskoðan, at akuttviðgerðin eigur at vera á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at allir akuttir sjúklingar skjótast gjørligt koma til serlæknar, sum kunnu fullfíggja viðgerðina. Eftir at sjúklingurin hevur fingið neyðugu akuttviðgerðina, kann sjúklingurin verða fluttur til Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús til framhaldandi viðgerð. Henda meting er heilt í samsvari við tað rákið, sum víst á í undanfarna broti. Samstundis var serfrøðingabólkurin í høvuðsheitum samdur um, at ein akuttilbúgving framvegis eigur at vera á Suðuroyar sjúkrahúsi. Kortini verður mælt til, at meginparturin av akuttu sjúklingunum skulu flytast til Landssjúkrahúsið, aftaná innleiðandi viðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. í mun til Klaksvíkar sjúkrahús vóru ymiskar áskoðanir um tørvin á akukttilbúgving á sjúkrahúsinum. Nøkur meta, at tørvur var á einari akuttilbúgving til ávísar viðgerðir, uttan at tað bleiv lýst ítøkiliga, hvørjar viðgerðir talan var um. Øll akuttviðgerð skal fremjast á Landssjúkrahúsinum. Verkætlanarbólkurin mælir tí til, at tá ið talan er um torgreiddar medisinskar og kirurgiskar sjúkur ella løstir, skal øll akuttviðgerð fremjast á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at akuttir ella løstaðir sjúklingar verða møttir av einum breiðum hópi av serlæknum og heilsufakligum førleikum umframt serútgerð. Tá ið akuttviðgerðin er liðug kunnu sjúkligar verða fluttir til Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús til framhaldandi viðgerð av útvaldum sjúkum. Dagføring av akutt tilbúgvingini á Klaksvíkar sjúkrahúsið. Eftir at Eysturoyartunnilin er liðugur í 2019 eigur akuttilbúgvingin á Klaksvíkar sjúkrahúsi at verða dagførd. Framhaldandi verður eitt tilboð í nærumhvørvinum í Norðoyggjum og Eysturoy, men at hetta verður avmarkað til eina skaðastova, sum er opin 24 tímar um samdøgrið. 18 Prehospital tilbúgving er tann tilbúgving sum er uttanfyri sjúkrahús og har tað kann veitast hjálp til sjúklingar áðrenn teir koma á sjúkrahúsið. T.d. er sjúkraflutningstænastan partur av tí prehospitalu tilbúgvingini. 41 Skaðastovan skal hava eina forvakt, sum verður mannað við lækna og sjúkrarøktarfrøðingum, har sjúklingar við smærri og einfaldum løstum kunnu viðgerast. Forvaktin eigur at fáa hjálp frá bakvaktini á Landssjúkrahúsinum í mun til møguligar heilsufakligar spurningar møguliga við hjálp av nútímans telemedisinskum loysnum. Starvsfólkini, sum verða sett á skaðastovuni, skulu hava førleikar og royndir við visitatión og viðgerð av smærri løstum. Samstundis er tað avgerandi, at eitt ítøkiligt samstarv verður millum akuttmóttøkuna á Landssjúkrahúsinum, skaðaklinikkina í Klaksvík og kommunulæknaskipanina (Vaktlæknan 1870) um býti og samstarv um serstakt útgreinaðar sjúklingabólkar og leiðreglur fyri viðgerð. Undir hesum eisini samstarv sum tryggjar, at starvsfólkið á skaðastovuni kann fáa serfrøðiliga vitan og metingar frá Landssjúkrahúsinum, tá ið tørvur er á tí. Skaðastovan tryggjar eitt skjótt tilboð í nærumhvørvinum, og at fólk við smærri løstum ikki noyðast at verða flutt til Havnar fyri at fáa viðgerð. Akutt tilbúgving á Suðuroyar sjúkrahúsið. Mælt verður til, at Suðuroyar sjúkrahús, við síni serstøðu sum útjaðarasjúkrahús eisini framyvir skal hava eina akuttmóttøku, sum kann viðgera akuttar sjúkur og ymiskar løstir. álvarsliga sjúk og illa løstaði verða flutt á Landssjúkrahúsið eftir innleiðandi viðgerð, júst sum í dag. 5.1.2 Menning av prehospitalu tilbúgvingini Samstundis verður mælt til, at prehospitala tilbúgvingin verður ment, so fólk fáa bjóðað góða og skjóta viðgerð og flutning í sambandi við akutta sjúku ella løst. Prehospitala tilbúgvingin er hjálpin, sum verður veitt uttan fyri sjúkrahúsið, og fevnir m.a. um akuttviðgerð, sjúkraflutning, visitasjón av øllum sjúklingum við akutt íkomnari sjúku og/ella løsti. Prehospitala skipanin eigur m.a. at verða ment við telemedisinskum loysnum og førleikamenning av starvsfólkunum. Hvat viðvíkur telemedisinskum loysnum so finst ein prehospital journal19 í dag, sum m.a. verður brúkt í Danmark, og sum kann knýtast í THS-skipanina. Skipanin kann eisini nýtast soleiðis, at EKG, blóðtrýst, pulsur og annað verður mált. Við skipanini kann móttakandi sjúkrahús síggja allar hesar somu upplýsingar samstundis sum starvsfólkini í sjúkrabilinum síggja tær. Prehospital journalskipan. Mælt verður til, at ein prehospital journalskipan, sum kann knýtast í verandi THS-skipan, fæst til vega til sjúkraflutningstænastuna í Føroyum. Hvat viðvíkur førleikamenning, so eru seinnu árini starvsfólkini í sjúkraflutningstænastuni førleikament, og ein leiðandi liðlækni er settur í starv fyri alt tað føroyska sjúkrahúsverkið. Mælt verður tó til, at tann prehospitala tilbúgvingin verður ment enn meir við at útbúgva fleiri paramedisinarar við tí endamáli at tryggja, at dygdin á tilbúgvingini verður enn hægri. í dag er bert ein paramedisinari, sum starvast á Suðuroyar sjúkrahúsi. Hetta kundi verið gjørt við at sett eina bachelorútbúgving í paramedisin á stovn á Fróðskaparsetrinum. Hetta kann eisini gerast antin sum 19 Skipanin verður nevnd amPHI 42 ein serlig bachelorútbúgving í paramedisin ella sum ein liður í sjúkrarøktarfrøðingsútbúgvingini soleiðis sum tað verður gjørt í Svøríki (sí meira um hetta í brotinum 4.2.3). Harumframt skulu fleiri first responder20 útbúgvast á okkara útoyggjum og aðrastaðni, har respons tíðin21 er long. Hetta arbeiðið er byrjað og eigur at halda áfram, til tað er komið á mál. 5.2 Kirurgi samskipast tvørtur um tey trý sjúkrahúsini Galdandi sjúkrahúslóg ásetur, at tað við hvørt av sjúkrahúsunum verður í minsta lagi skipað/sett eitt medisinskt og eitt kirurgiskt yvirlæknastarv. Kirurgi er tískil sambært sjúkrahúslógini eitt týdningarmikið virksemi á teimum trimum sjúkrahúsunum. Sum nevnt í brotinum um akuttilbúgving, er kirurgi í stórari menning, og fyri kirurgisku sergreinarnar økist sergreiningin og miðsavnanin alsamt. í norsku frágreiðingini Nasjonal helse- og sykehusplan frá 2015 viðgera tey gongdina á kirurgiska økinum. Hetta er í stuttum niðurstøðan: Utviklingen innenfor kirurgien har gatt fra apne operasjoner til mer skansomme teknikker som kikkhullskirurgi, robotteknologi og intervensjoner ved bruk av bildediagnostikk. Nar behandlingen blir mer teknologiavhengig, blir den ogsa mer avhengig av høyt kvalifisert personell, som arbeider i tverrfaglige team. Tidligere kunne en dyktig kirurg med fa medarbeidere og standard utstyr handtere de fleste akutte problemstillinger ved mindre sykehus. Slik er det ikke lenger. Dagens behandlingsmuligheter stiller store og økende krav til spisskompetanse, avansert utstyr, støttefunksjoner (anestesi, røntgen, blodbank, laboratorium), og ikke minst krav til regelmessig trening og praksis. Dette gjør det nødvendig a samle mange kirurgiske behandlinger ved større sentre22. Støðugt færri skurðlæknar hava so breiðar førleikar, at teir kunnu skurðviðgera fyri nógvar ymiskar trupulleikar. Teir gomlu túsund kunstnararnir eru um at doyggja út, og alt talar fyri, at rákið heldur fram og mennist í framtíðini. Hetta rák er eisini galdandi í Føroyum, og sambært Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum verða støðugt fleiri sjúklingar, sum hava tørv á akuttari skurðviðgerð, innlagdir á Landssjúkrahúsinum og ikki á tí lokala sjúkrahúsinum. Hóast talið á akuttsjúklingum er lágt og fáar akuttskurðviðgerðir verða gjørdar í Klaksvík og í Suðuroy, eru førleikar innan skurðøkið á hesum støðum, sum kunnu og eiga at verða gagnnýttir. Sum vit hava nevnt fyrr í frágreiðingini, eru fleiri dømi um, at kirurgiski kapasiteturin á teimum trimum sjúkrahúsunum ikki er samskipaður, og at hvørki starvsfólk ella útgerð á sjúkrahúsunum verða gagnnýtt til fulnar. Avleiðingin er t.d., at sjúklingar ganga leingi og bíða eftir planløgdum skurðviðgerðum, tí viðkomandi er ávístur til eitt sjúkrahús við longum bíðilista til júst ta viðgerðina. í sambandi við tilgongdina at orða hesa frágreiðing hava stjórarnir fyri tey bæði lokalu sjúkrahúsini ført fram, at við smáum tillagingum er kapasitetur til at fremja 100 til 150 fleiri einfaldar planlagdar skurðviðgerðir um árið í part. Yvirskipað metir serfrøðingabólkurin, at munandi fleiri planlagdar einfaldar skurðviðgerðir kunnu verða gjørdar á sjúkrahúsunum í Suðuroy og í Klaksvík sum t.d. æðraknútar, steriliseringar v.m., men hetta er altíð tengt at, hvørjir serlæknar eru tøkir á sjúkrahúsunum. Eitt uppskot, sum hevur verið frammið, er, at hetta kann samskipast soleiðis, at serlæknar frá Landssjúkrahúsinum viðhvørt kunnu í tann mun tað er manning til tað hava ambulant virksemi á smærru sjúkrahúsunum. Harumframt 20 Ein first responder kann veita akutta viðgerð beint eftir at ein skaði er hendur meðan tað verður bíða eftir at fáa flutt tann skadda á sjúkrahús. Talan er um eitt slag av víðkaðari fyrstu hjálp.21 Respontíð er tann tíð sum tað tekur til eina sjúkrabilur ella tyrla er nádd út til tann skadda/sjúka.22 Nasjonal helse- og sykehusplan (20162019), s. 26 43 bleiv mett, at planlagdar ortopedskurðviðgerðir kunnu gerast á Klaksvíkar sjúkrahúsi, men at hetta skal avmarkast til ASA 1 og 2 sjúklingar23. Við hesum í huga eiga vit at arbeiða fram ímóti, at allar akuttar skurðviðgerðir skulu samlast á Landssjúkrahúsinum. Samstundis eiga Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús framyvir at gera ein størri part av smærri planløgdum skurðviðgerðum, sokallað samadagskirurgi, har sjúklingurin kemur inn og verður útskrivaður sama dag. í dag verða fleiri størri planlagdar skurðviðgerðir framdar á báðum teimum smærru sjúkrahúsunum, men reint fakliga eiga tyngri planlagdar skurðviðgerðir einans at gerast á einum stað við veruligari viðrakningareind og við møguleika fyri intensivari viðgerð av komplikatiónum. Tí eiga smærru sjúkrahúsini fyrst og fremst at gera einfaldar skurðviðgerðir, sum fyrst og fremst eru ambulantar. Um vit flyta fleiri planlagdar samadags skurðviðgerðir frá Landssjúkrahúsinum til Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús, so tryggja vit virksemið á smærru sjúkrahúsunum, samstundis sum kapasiteturin á Landssjúkrahúsinum er tøkur til at klára økta talið av akuttum sjúklingum. Tað hevur týdning at leggja afturat, at ikki allar tær minni kompliseraðu skurðviðgerðirnar kunnu flytast av Landssjúkrahúsinum, tí sjúkrahúsið er útbúgvingarsjúkrahús, har tað er neyðugt eisini at hava tílíkar skurðviðgerðir á sjúkrahúsinum. Skurðtilboðið má tó vera lagað til tørvin, bæði lokalt og fyri sjúkurnar, sum hava langar bíðilistar í øllum landinum. Hetta krevur øðrvísi visitatión til viðgerðirnar enn í dag og eitt tvørgangandi samskipað arbeiði. Tað krevur, at fakliga leiðslan fyri kirurgina á teimum trimum sjúkrahúsunum arbeiðir saman um at leggja virksemið til rættis og avtala felags dygdarkrøv og leiðreglur fyri viðgerðirnar. Hetta verður gjørt við at seta á stovn eitt tvørgangandi kirurgiskt kliniskt samstarvstoymi hetta verður nærri lýst í 6.2. Ein samskipað kirurgisk viðgerðartænasta tvørtur um sjúkrahúsini merkir eisini, at skurðlæknarnir, bæði teir yngri og serlæknarnir, flyta og arbeiða tvørtur um tey trý sjúkrahúsini í tann mun, hetta letur seg gera. Til dømis við tí fyri eyga at tryggja, at intro-læknin fær neyðugu venjingina í smákirurgi, er tað gagnligt, at hann tekur vaktir á einum av smærru sjúkrahúsunum. Hetta tryggjar samstundis, at skurðlæknatænastan í nærumhvørvinum verður styrkt, samstundis sum bæði venjingin og útbúgvingin hjá læknum verður betri. 5.3 Intern medisinska økið samskipað tvørtur um sjúkrahúsini Gongdin innan økini kirurgi og intern medisin líkist nógv, men har eru eisini týdningarmiklir munir. Innan bæði hesi økir er ein menning, sum førir til eina størri spesialisering. Men í intern medisini er - samstundis sum tað í okkara grannalondum hendir ein víðfevnd spesialisering og sentralisering av ávísum akuttum sjúkum, t.d. blóðtøppum í hjartanum - eisini stórur tørvur førleikum, ið fevna meira breitt. Nógv eldri fólk við varandi sjúkum, samansettum diagnosum og nógvum ymiskum heilivági hava enn tørv á læknum, sum duga at skilja og viðgera heildina. Ein stórur partur av tøknini, sum verður nýtt til diagnostisk og viðgerð av intern medisinskum sjúkum, er løtt at flyta. Lítil flytfør ultraljóðtól gera tað møguligt at diagnostisera og fylgja upp uppá sjúklingar á staðnum, annaðhvørt á lokala sjúkrahúsinum, í heilsumiðstøðum ella í røktargeiranum. Tað, sum í framtíðini eigur at verða gjørt sentralt á intern medisinska økinum, er innan tær viðgerðir, har tað krevst serútgerð og serútbúgvið starvsfólk. 23 ASA er ein flokking, har ASA 1 og 2 verður brúkt um sjúklingar, sum t.d. skulu skifta knæ, men annars eru frískir, ella bara eru eitt sindur sjúkir, uttan at tað avmarkar teir. 44 Suðuroyar sjúkrahús og Klaksvíkar sjúkrahús fara tí eisini í framtíðini at hava ein umráðandi leiklut, tá ið tað viðvíkur diagnostisering og viðgerð av intern medisinskum sjúklingum, og verða í størri mun enn í dag tað lokala tilboðið til sjúklingar, sum ofta eru innlagdir, sjúklingar við varandi sjúkum, eldri sjúklingar umframt sjúklingar, sum hava tørv á, at sjúkrahúsverkið fylgir teimum upp yvir eitt longri tíðarskeið. Sjúklingar við sjúkum, sum krevja serútbúgvið starvsfólk og kompliseraða útgerð, skulu í høvuðsheitum diagnostiserast og viðgerast á Landssjúkrahúsinum. Viðgerð av akuttum medisinskum sjúkum, sum einans kunnu viðgerast til fulnar á Landssjúkrahúsinum, skulu viðgerast har. Høvuðsuppgávan hjá Suðuroyar sjúkrahúsi og Klaksvíkar sjúkrahúsi er at gera sjúklingarnar klárar at flyta og tryggja flutningin. Eisini innan tað intern medisinska økið er neyðugt at seta á stovn eitt tvørgangandi kliniskt samstarvstoymi sí brot 6.2 5.4 Hvussu skulu viðgerðirnar samskipast millum sjúkrahúsini? Ein høvuðsspurningur í arbeiðssetninginum er, at tað skal gerast tilmæli um, hvørjar viðgerðir/tænastur skulu vera á teimum trimum sjúkrahúsunum, og hvussu hesar skulu samskipast millum sjúkrahúsini. Sum vit greiddu frá í byrjanini av hesum partinum, er tað umráðandi, at føroyska sjúkrahúsverkið verður ein stór samskipað eind við trimum sjúkrahúsum. Sjúkrahúsini hava ymiskar leiklutir, men øll hava týdning fyri heildina, og samlað skulu tey nøkta tørvin hjá fólkinum, tá ið tað kemur til viðgerðir/tænastur á sjúkrahúsøkinum. í Noregi hevur stjórnin nýliga lagt eina frágreiðing fram til viðgerðar í Stórtinginum. í frágreiðingini Nasjonal helse- og sykehusplan 2016-2019 orða tey seg soleiðis um sjúkrahúsini:  Betegnelsen regionsykehus skal brukes om det ene sykehuset i hver helseregion, som er utpekt som hovedsykehus. De fire regionsykehusene er Universitetssykehuset i Nord-Norge, St. Olavs Hospital, Haukeland universitetssykehus og Oslo universitetssykehus. Disse sykehusene vil ha det største tilbudet av regionsfunksjoner og nasjonale behandlingstjenester i helseregionen.  Betegnelsen stort akuttsykehus brukes om sykehus med opptaksomrade pa mer enn 60 80.000 innbyggere, og som har et bredt akuttilbud med akutt kirurgi og flere medisinske spesialiteter  Betegnelsen akuttsykehus brukes om sykehus, som minst har akuttfunksjon i indremedisin, anestesilege i døgnvakt og planlagt kirurgi. Sykehuset kan ha akuttkirurgi dersom geografi og bosettingsmønster, avstand mellom sykehus, tilgjengelighet til bil-, bat- og luftambulansetjenester og værforhold gjør det nødvendig  Betegnelsen sykehus uten akuttfunksjoner brukes om sykehus med planlagt behandling, som ikke har akuttfunksjoner24. 24 Nasjonal helse- og sykehusplan (20162019), s. 43 Læknar við ymiskum førleikum eiga harumframt, í tann mun tað letur seg gera, at flyta millum tey trý sjúkrahúsini við tí endamáli at tryggja, at neyðuga tænastan verður boðin út á staðnum, so sjúklingar sleppa undan at ferðast, men fáa góða skikkaða viðgerð í nærumhvørvinum. Um læknar flyta millum tey trý sjúkrahúsini, kann hetta gera, at teir styrkjast sum ein samlað eind. 45 útfrá kjakinum í brotinum omanfyri, eru tilmælini til uppgávubýtið í føroyska sjúkrahúsverkinum í høvuðsheitum hesi:  Allar akuttskurðviðgerðir skulu sum útgangsstøði gerast á Landssjúkrahúsinum. Tað, sum enn eigur at vera sentraliserað á intern medisinska økinum, eru tær viðgerðir, sum krevja serútgerð og serútbúgvið starvsfólk.  Høvuðsuppgávan hjá hinum báðum sjúkrahúsunum er at gera sjúklingarnar klárar at flyta og tryggja flutning aftaná møguliga innleiðandi viðgerð.  Akuttmóttøkan í Suðuroy skal varðveitast tí frástøðan er ein avbjóðing. Eftir at Eysturoyartunnilin er liðugur í 2019, eigur akuttilbúgvingin á Klaksvíkar sjúkrahúsi at verða dagførd, soleiðis at tað framhaldandi verður tryggjað eitt tilboð í nærumhvørvinum í Norðoyggjum og Eysturoy, men at hetta verður avmarkað til eina skaðastova, sum er opin 24 tímar um samdøgrið. Skaðastovan skal hava eina forvakt, sum er mannað við lækna og sjúkrarøktarfrøðingum, har sjúklingar við smærri og einfaldum løstum kunnu viðgerast.  Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús eiga framyvir at gera ein munandi størri part av teimum einføldu planløgdu skurðviðgerðunum, sokallaðar samadagskirurgi, har sjúklingurin verður útskrivaður sama dag. Størri og truplari planlagdar skurðviðgerðir hoyra reint fakliga einans heima á einum stað við veruligari viðrakningardeild og við møguleika fyri intensivari viðgerð av komplikatiónum. Tí eiga smærru sjúkrahúsini fyrst og fremst at gera einfaldar skurðviðgerðir, sum fyrst og fremst eru ambulantar. Umboðini úr Suðuroy, sum hava luttikið í serfrøðingabólkinum, hava víst á tørvin at fáa til vega ein CT-skannara til Suðuroyar sjúkrahús. Víst hevur verið á dømir, har sjúklingar hava fingið eitt nú neurologiskt útfall við illgruna um antin apopleksi ella heilabløðing, sum krevur ymiska viðgerð. Fyri at staðfesta eina bløðing ella ein blóðtøpp má viðkomandi í ein CT-skannara, fyri at viðkomandi kann fáa røttu hjálpina. Talan er tó ikki bert um neurologiskar sjúklingar, men eisini aðrar sjúklingar, sum mugu við tyrlu ella ferju til Havnar til eina CT-skanning. Talan er í hesum føri um eina størri íløgu, sum verkætlanarbólkur ikki hevur førleikar til at meta um er røtt ella ikki. Mælt verður til, at hetta verður ein partur av sergreinaætlanini, sum skal gerast. Harumframt vístu umboð úr serfrøðingabólkinum á, at endurvenjingarøkið eigur at raðfestast hægri m.a. eru ov fáir ergoterapeutar í starvi í sjúkrahúsverkinum í mun til álitið um endurvenjing frá 2007. Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús hava gjørt eina samstarvsavtalu um at leggja ein part av endurvenjingini aftaná apopleksi/heilabløðingar á Klaksvíkar sjúkrahúsi (neuro-rehabilitering). Mælt verður til, at smærru sjúkrahúsini fáa ein nógv størri leiklut við at endurvenja viðgjørdar sjúklingar. Endurvenjingin skal uppstigast. Endurvenjingarøkið hevur leingi verið raðfest ov lágt í føroyska sjúkrahúsverkinum, og tað er stórt trot á skipaðum tilboðum til stórar sjúklingabólkar, sum t.d. hjartasjúklingar og giktasjúklingar. Mælt verður til at endurvenjingin verður uppstigað við at seta fleiri fysioterapeutar og ergoterapeutar í starv. 46 Tað tykist sjálvsagt, at bæði Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús kunnu gerast veruligir endurvenjingardeplar, sum bjóða fleiri ymisk samskipaði endurvenjingartilboð. Tá ið hugsað verður um samlaða kapasitetin, hevði tað verið skilagott, at sjúklingar, sum eru innlagdir til endurvenjing á Landssjúkrahúsinum, í staðin vóru á einum av hinum sjúkrahúsunum til endurvenjing í tann mun, tað verður mett heilsufakliga trygt. M.a. kundi Suðuroyar sjúkrahús bjóðað uppihald við endurvenjingum til hjartasjúklingar, sjúklingar við KOL, gikt, yvirvekt og krabbameini. Eisini kundi endurvenjing eftir mjadnaskurðviðgerð verið gjørd á sjúkrahúsinum. Stovnsetan av sálarfrøðiligari eind á Landssjúkrahúsinum. Harumframt er tað komið fram í serfrøðingabólkurin, at tað er tørvur á at seta eina sálarfrøðiliga eind á stovn á Landssjúkrahúsinum, sum kann veita heilsu-, kreppu- og neurosálarfrøði. Eindin skal vera tvørgangandi og skal veita tænastur til bæði somatiskar og psykiatriskar sjúklingar umframt til sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroy eftir tørvi. Eindin eigur at verða staðsett innan tað somatiska økið t.d. á Medisinska Depli. 5.5 Uppgávubýtið millum sjúkrahúsini Niðanfyri verður víst á eitt uppgávubýti millum sjúkrahúsini, sum m.a. tekur støði í umrøðu og viðmerkingum hjá serfrøðingabólkinum, og sum tekur atlit til, at verandi kapasitetur verður gagnnýttur. Talan er um eitt pragmatiskt býti, sum skjótt kann setast í verk. Hetta uppgávubýtið kann roynast í tíðarskeiðnum 2016-2020, har tað síðani eigur at verða eftirmett. Verkætlanarbólkurin mælir til hetta uppgávubýti millum sjúkrahúsini: Landssjúkrahúsið Klaksvíkar sjúkrahús Suðuroyar sjúkrahús Akuttsjúkrahús fyri alt landið Eftir at Eysturoyartunnilin er liðugur í 2019 eigur akutta tilbúgvingin á Klaksvíkar sjúkrahúsi at verða dagførd. Skaðastovan skal hava eina forvakt, sum er mannað við lækna og sjúkrarøktarfrøðingum, har sjúklingar við smærri og einfaldum løstum kunnu viðgerast. Forvaktin eigur at fáa hjálp frá bakvaktini á Landssjúkrahúsinum Ein akutt tilbúgving í Suðuroy verður framvegis á sjúkrahúsinum Allir akuttir kirurgiskir tilburðir, sum kunnu krevja skurðviðgerð, skulu sum útgangsstøði gerast á Landssjúkrahúsinum Gera sjúklingar klárar at flyta og tryggja flutning aftaná møguliga innleiðandi viðgerð Gera sjúklingar klárar at flyta og tryggja flutning aftaná møguliga innleiðandi viðgerð Viðgerð av akuttum medisinskum tilburðum, sum einans kunnu viðgerðast optimalt á Landssjúkrahúsinum So nógv serlæknaøki sum gjørligt skulu veitast á Landssjúkrahúsinum Viðgerð av útvaldum medisinskum sjúkum skal gerast á sjúkrahúsinum í samstarvi við Landssjúkrahúsið. Virksemið tvørgangandi samstarvstoyminum verður partur av medisinska kliniska Ein intern medisinari er í dag í starvi á medisinska økinum, sum samstundis er hjartalækni. Umframt vanligar medisinskar viðgerðir fyri fólk í oynni eigur hjartaserfrøðin eisini at verða gagnnýtt Sjúklingar við álvasligum medisinskum sjúkum skulu savnast á Landssjúkrahúsinum Prævisit (forkanningar) og medisinsk viðgerð av urologiskum sjúklingum 47 Medisinskar viðgerðir Akutt tilbúgving So nógv serlæknaøki sum gjørligt skulu veitast á Landssjúkrahúsinum Peningurin, sum verður spardur við at dagføra akutt tilbúgvingina á sjúkrahúsinum, skal m.a. nýtast til at menna "samadagskirurgi" og planlagda ortopedkirurgi og menna endurvenjingina Ein almennur skurðlækni er i dag í starvi á skurðøkinum, sum samstundis er serlækni í urologi. Planlagt "samadagskirurgi" skal í nógv størri mun fremjast innan urologi á sjúkrahúsinum. Eisini skulu aðrar planlagdar skurðviðgerðir innan urologi (ASA 1 og 2 sjúklingar) fremjast á sjúkrahúsinum, tá ið narkosulækni er til staðar. Virksemi verður lagt til rættis í tí tvørgangandi kirurgiska kliniska samstarvstoyminum Einfaldar planlagdar skurðviðgerðir, sokallaðar "samadagskirurgi", har sjúklingurin verður útskrivaður sama dag, verða partvís varðveittar á Landssjúkrahúsinum fyri at varðveita førleikarnar hjá verandi kirurgum á sjúkrahúsinum og í sambandi við, at sjúkrahúsið er eitt útbúgvingarstað fyri yngri læknar Sjúkrahúsið skal hava serkunnleika í planløgdum skurðviðgerðum. Her skulu bæði vera ortopediskar (ASA 1 og 2 sjúklingar) og "samadagskirurgi", t.d. brokk og æðraknútar. Ein stórur fyrimunur er, at hesar viðgerðir eftir 2019 ikki verða ávirkaðar av akuttviðgerðum Planlagt "samadagskirurgi" skal eisini gerast innan fyri onnur øki á sjúkrahúsinum - t.d. æðraknútar, brokk v.m. Allar torgreiddar skurðviðgerðir innan ymsu sergreinarnar skulu sum útgangsstøði fara fram á Landssjúkrahúsinum Ryggambulatorium verður framvegis á sjúkrahúsinum Plastikkirurgi, sum hevur verið har seinastu tvey árini, verður verandi á sjúkrahúsinum Endoskopiir (gastro- og koloskopiir) verða framdar á sjúkrahúsinum Endoskopiir (gastro- og koloskopiir) verða framdar á sjúkrahúsinum Endoskopiir (gastro- og koloskopiir) verða framdar á sjúkrahúsinum Ein serlig sálarfrøðilig eind skal setast á stovn á Landssjúkrahúsinum, sum kann veita heilsu-, kreppu- og neurosálarfrøði. Eindin skal vera tvørgangandi og skal veita tænastur til bæði somatiksar og psykiatriskar sjúklingar umframt til sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroy eftir tørvi. Eindin eigur at verða staðsett innan tað somatiska økið - t.d. á Medisinska Depli Endurvenjingin skal uppstigast við at seta fleiri fysioterapeutar og ergoterapeutar í starv. Endurvenjing á serkønum stigi fer sum útgangsstøði fram á Landssjúkrahúsinum Endurvenjing skal uppstigast við at seta fleiri fysioterapeutar og ergoterapeutar í starv. Umframt vanligu endurvenjingina fær sjúkrahúsið ábyrgdina av fasu 2 endurvenjingini av apopleksisjúklingum25. Umframt apopleksi eigur sjúkrahúsið at bjóða bólkaviðgerðir - t.d. til ryggsjúklingar, Morbus Bechterew og aðrar giktsjúkur Endurvenjingin á sjúkrahúsinum verður uppstigað við at seta fleiri fysioterapeutar og ergoterapeutar í starv. M.a. kundi Suðuroyar sjúkrahús bjóðað uppihald við endurvenjingum til hjartasjúklingar, sjúklingar við KOL, gikt, yvirvekt og krabbameini. Eisini kundi endurvenjing eftir mjadanskurðviðgerð verið gjørd á sjúkrahúsinum 25 Fasa 2 er endurvenjingarstigið, sum kemur eftir fasu 1, sum er bráðfeingisstigið, sum eisini umfatar serkøna endurvenjing. Bráðfeingisstiginum skal Landssjúkrahúsið taka sær av, og síðani verða sjúklingarnir fluttir á Klaksvíkar sjúkrahús. 48 Endurvenjing Sálarfrøði Kirurgiskar viðgerðir Kommunulæknaskipanin 1870 skal í norðurøkinum í nógv størri mun verða samskipað við Klaksvíkar sjúkrahús Talva: 5.1 Sagt verður frá, at omanfyrinevnda yvirlit er vegleiðandi. í síðsta enda er tað felags sjúkrahúsleiðslan, sum saman við avvarðandi pørtum kemur at staðfesta býtið. Eitt býti, sum eisini skal góðkennast av landsstýrismanninum. 5.6 Perspektivering virksemi á sjúkrahúsunum í framtíðini í okkara grannalondum verður tað viðurkent, at tað verður trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at varðveita akuttfunktiónir á teimum smáu sjúkrahúsunum í framtíðini. Orsakað av tí menning, sum er innanfyri sergreinarnar, er ikki longur møguligt at útbúgva seg innanfyri tær breiðu sergreinirnar intern medisin og almen kirurgi. í staðin eru settar á stovn nýggjar sjálvstøðugar smalar sergreinir. Hetta merkir, at færri og færri læknar fara at hava so breiðar førleikar, at teir eru førir fyri at taka sær av fleiri ymiskum akuttum kliniskum avbjóðingum. Hesir læknar eru á veg út, og hetta er ein gongd, sum verður alsamt meira útbreidd í framtíðini. Um vit t.d. hyggja 10 ár fram í tíðina eru fleiri yvirlæknar, sum hava eina breiða útbúgving, og sum í dag arbeiða í sjúkrahúsverkinum, givnir vegna aldur. Tá verður tað trupult fyri ikki at siga ógjørligt at fáa til vega læknar, sum hava eina breiða útbúgving, tí teir fækkast alsamt. Hetta vil viðføra, at tað verður tørvur á eini nýggjari sjúkrahúsætlan. Hetta verður serliga ein avbjóðing fyri Suðuroynna orsakað av fjarstøðuni til meginøkið. Helst verður neyðugt at fokusera uppá planlagda kirurgi innan ávísa sergrein og serliga samadagskirurgi í Suðuroy, samstundis sum akuttilbúgvingin má avmarkast til eina skaðastova, sum er opin 24 tímar um samdøgrið, á sama hátt sum tað omanfyri er lýst fyri Klaksvíkar sjúkrahús. Hetta eigur tó ikki at verða gjørt í Suðuroy, uttan so at tað er neyðugt vegna vantandi læknamanning. Samstundis verður neyðugt at styrkja tað prehospitalu tilbúgvingina við fleiri paramedisinarum í lokaløkinum eisini Suðuroynni sum kunnu veita lívbjargandi hjálp og gera sjúklingar klárar at flyta og tryggja flutningin til Landssjúkrahúsið. Við atliti at tí medisinska økinum vil ein loysn vera, at tað verða sett á stovn specialiserað ambulatoriuvirksemi í Suðuroy og Klaksvík, har medisinskir serlæknar frá Landssjúkrahúsinum ella møguligir konsulentar koma at taka sær av hesum virksemi. Harumframt eigur kommunulæknaskipanin í framtíðini at verða tengd munandi meira saman við virkseminum á sjúkrahúsunum í Suðuroy og Klaksvík. 49 1870 6 Leiðsla og samskipan av føroyska sjúkrahúsverkinum Umboðini í serfrøðingabólkinum halda, at samskipanin og samstarvið millum tey trý sjúkrahúsini als ikki er nøktandi. Hugburðurin er, at tað verður ógjørligt at menna sjúkrahúsverkið munavert, uttan at virksemið samstundis verður betri samskipað og at samstarvið annars verður betri millum tey trý sjúkrahúsini. Støðan, sum nú er, hvar sjúkrahúsini í stóran mun virka sum sjálvstýrandi eindir, er ikki haldgóð. 6.1 Tey trý sjúkrahúsini sum sjálvstýrandi eindir Tey trý sjúkrahúsini eru, sum greitt frá í triðja parti, sjálvstøðugar skipanir við hvør sínari leiðslu, sum leggja virksemi til rættis, og sum hava ábyrgd av hesum á hvør sínum sjúkrahúsi. Fleiri av umboðunum í serfrøðingabólkinum hava ført fram, at tað heilt yvirskipað manglar vitan um virksemi, tøkni og førleikar ímillum sjúkrahúsini. Tað darvar kapasitet- og tilfeingisstýringini við tí úrsliti, at hendan ikki verður gagnnýtt til fulnar. ógreiðir og vantandi standardir um krøv til viðgerðardygd gera, at ivi er, um viðgerðirnar eru eins og eins góðar á ymisku sjúkrahúsunum. Samstundis manglar samstarv á fleiri økjum, sum annars hevði kunnað styrkt føroyska sjúkrahúsverkið:  Samstarv og samskipan vantar bæði á leiðslu- og deildarstigi  Læknafakliga samstarvið millum sjúkrahúsini er næstan ikki til  Tað eru eingir felags standardir, ið áseta krøv um viðgerðardygd og tænastu  Tað er eingin felags visitatión, men trý støð sum kommunlæknar kunnu ávísa til  Bíðilistarnir eru ikki samskipaðir  Betri samstarv og samskipan vantar eisini á øðrum fakøkjum t.d. innan laboratorium, radiografi  Samstarvið um at keypa medikoteknisk tól og onnur tól er ikki nóg væl samskipað Vantandi samskipanin og samstarvið hevur fleiri avleiðingar. Størsti trupulleikin er, at kapasiteturin í samlaða sjúkrahúsverkinum tískil ikki verður nýttur til fulnar. Eitt týðiligt dømi um at uppgávubýtið ikki er lýst, ella at virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum ikki er lagt til rættis í felag, er at ein sjúklingur kann standa á bíðilista til eina skurðviðgerð á einum sjúkrahúsi í longri tíð, hóast annað sjúkrahús hevur kapasitet og møguleika at gera skurðviðgerðina beinanveg. Hetta hendir m.a. av tí, at bíðilistarnir ikki eru sjónligur. Tann ávísandi læknin hevur ikki neyðuga yvirlitið yvir, hvørjar viðgerðir tey ymisku sjúkrahúsini bjóða og hevur onga vitan um møguligar bíðitíðir til viðgerðirnar. Tað inniber eisini, at sjúklingurin ongan møguleika hevur at síggja, hvar besta og skjótasta viðgerðin er. Til dømis førdu umboðini í serfrøðingabólkinum fram, at tað kann henda, at ein sjúklingur kann standa á bíðilista til eina viðgerð á einum sjúkrahúsi, sum ikki longur bjóðar viðgerðina. Eitt ýti í hesari frágreiðingini er, at føroyska sjúkrahúsverkið skal hava rætta talið av starvsfólki, og at tey skulu nýta sína arbeiðstíð rætt. Tað merkir at trýstið á tær ymisku eindirnar í føroyska sjúkrahúsverkinum, sum útgangsstøði, skal vera eins stórt. Fyri at siga tað milt, er tað sera trupult at gera eina rætta lýsing av virkseminum á teimum trimum sjúkrahúsunum, tá ið upplýsingarnar um virksemið eru so avmarkaðar. Men yvirskipaðu upplýsingarnar um innleggingar í Kapittul 3 geva eina greiða ábending. Har framgongur, at Landssjúkrahúsið hevur eitt munandi hægri innleggingarprosent enn hvat tey bæði smærru sjúkrahúsini hava. Um hugt verður eftir Medisinska Depli er belegningsprosentið 110 prosent, meðan tað á hinum báðum sjúkrahúsunum liggur millum 60-80 prosent. Tað høga innleggingarprosentið á Landssjúkrahúsinum merkir, at tað javnan liggja fleiri sjúklingar á medisinsku deild á gongini, tí ov fá seingjarpláss eru á seingjarstovunum. 50 Ein partur av sjúklingunum eru liðugt viðgjørdir og bíða eftir einum kommunalum tilboði í eldrarøktini. Tey flestu eru tó ikki liðugt viðgjørd, men eru stabil, og hava tískil ikki longur tørv á serlæknafakligari viðgerð, sum bara Landssjúkrahúsið kann bjóða. Tey kunnu tá trygt flytast til eitt annað sjúkrahús til víðari viðgerð sjálvandi við samtykki frá sjúklinginum. Hetta hevði givið kapasitet á Landssjúkrahúsinum at viðgera aðrar sjúklingar, sum hava tørv á viðgerð, sum einans kann veitast á Landssjúkrahúsinum. Ein betri samskipan millum medisinsku deildirnar á teimum trimum sjúkrahúsunum, hevði møguliga skapað eitt betri býti til gagns fyri bæði sjúkling og starvsfólk. Innleggingarprosentið og kjakið í serfrøðingabólkinum benda á, at samlaði kapasiteturin á teimum trimum sjúkrahúsunum ikki verður nýttur til fulnar. Tað var eitt greitt ynski og eitt greitt sjónarmið frá einum stórum parti av serfrøðingabólkinum, at tey trý sjúkrahúsini skulu virka sum ein virkandi eind, har virksemið verður lagt til rættis í felag til gangs fyri sjúklingarnar og starvsfólkini. 6.1.2 Loysnir í mun til leiðslu og samskipan Serfrøðingabólkurin vísti fleiri ferðir á, at ein av høvuðsorsøkunum til avbjóðingarnar við vantandi samskipan, er sjálvur leiðslubygnaðurin, sum forðar fyri at føroyska sjúkrahúsverkið kann virka sum ein eind. í tilgongdini at gera menningarætlanina vóru umboðini í serfrøðingabólkinum ikki heilt samd um, hvussu ein øðrvísi leiðslubygnaður átti at vera, tó at flest øll hildu at ábyrgdin átti at verið samlað á einum stað. Uppskotini, sum hava verið frammi verða gjøgnumgingin niðanfyri. Eitt av uppskotunum til at loysa trupulleikan var at skipa tey trý sjúkrahúsini undir eina heilsufakliga leiðslu, til dømis eina stjórn ella stýri, sum vit kenna úr øðrum Norðurlondum. Hetta uppskot líkist uppskotinum um Heilsuverksstjóra sum varð viðmælt í frágreiðingini frá 2007 álit um framtíðar sjúkrahúsverk. í stuttum hevði heilsuverksstjórin í tí uppskotinum yvirskipaða ábyrgd av teimum trimum sjúkrahúsunum, og leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum hoyrdu undir heilsuverksstjóran. í uppskotinum frá 2007 hevði heilsuverkstjórin ikki einans ábyrgdina av sjúkrahúsverkinum, men eisini ábyrgdina av kommunulæknunum, Heilsutrygd, heilsufrøðingunum og øðrum pørtum í heilsugeiranum. Soleiðis hevði ein heilsuverkstjóri tískil eisini havt samlaðu yvirskipaðu ábyrgdina av at samskipa virksemi og harvið eisini kapasitet- og tilfeingisnýtsluni í føroyska sjúkrahúsverkinum. Onnur í serfrøðingabólkinum hildu ikki, at tað var neyðugt at seta á stovn ein nýggjan yvirskipaðan leiðslubygna omanfyri verandi leiðslur, men mæltu í staðin til, at ein faklig skikkað leiðsla skuldi vera fyri tey trý sjúkrahúsini og hoyra beinleiðis undir Heilsu- og innlendismálaráðnum. Ein tílík leiðsla skuldi, sambært einum parti av serfrøðingabólkinum, arbeiða innan fyri karmarnar av tí sergreinaætlan, sum ásetir hvørjar grundleggjandi funktiónir skulu verða í Føroyum og hvussu býtið av hesum skal verða á teimum trimum sjúkrahúsunum og sum verður politiskt staðfest. Eitt ítøkiligt uppskot í hesum sambandi var eisini, at endurstovna tað, sum fyrr æt sjúkrahússtjóraembæti. Eitt tílíkt embætið skal mannast av einum fyrisitingarstjóra og afturat sær hevur stjórin ein ella fleiri tekniskar stjórar, sum hava gott innlit í nútímans læknavísindi og kennir menningina á økinum væl. Sjálvt um serfrøðingabólkurin ikki var samdur um at broyta núverandi leiðsluskipan, er tað fatanin hjá verkætlanarbólkinum, at serfrøðingabólkurin í høvuðsheitum var samdur um, at tað er alneyðugt skipa virksemið soleiðis at tað fremur samstarv og samskipan millum sjúkrahúsini, bæði á leiðslustigi, men eisini í stóran mun á kliniskt fakligum stigi. í hoyringsskrivunum frá serfrøðingabólkinum til Menningarætlanina er rættiliga greitt komið til sjóndar, at tað er metingin hjá umboðunum, at neyðugt er við einari felags sjúkrahúsleiðslu fyri tey 51 trý sjúkrahúsini. í hesum sambandi skal verkætlanarbólkurin gera vart við, at á leiðslustigi eru tað umboðini frá Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar sjúkrahúsi sum ynskja eina felags leiðslu við einum stjóra fyri alt sjúkrahúsverkið. Umboðini í stjórnini á Klaksvíkar sjúkrahúsi ynskja aðra loysn. Verkætlanarbólkin metir harumframt, at tað er av alstórum týdningi, at samskipanin, ráðleggingin og samstarvið ikki einans virkar á leiðslustigi. Tað er alneyðugt eisini at fáa sjúkrahúsdeildirnar at samstarva tvørtur um sjúkrahúsini heilt øðrvísi enn í dag. Sum onkur sipaði til í ítøkiliga uppskotinum um sjúkrahússtjóraembætið, so er tað ikki sjálvsagt, at sjúkrahúsdeildirnar fylgja somu linju sum sjúkrahúsleiðslan. Serfrøðingabólkurin hevði ymisk tilmæli í samband við at styrkja samstarvið á kliniska stiginum. Eitt var at fakligu leiðslurnar regluliga skulu hittast fyri at tosa um og leggja virksemið til rættis á øllum trimum sjúkrahúsunum. Møguliga við einari yvirskipaðari fakligari leiðslu tvørtur um sjúkrahúsini t.d. á skurðøkinum og medisinska økinum. í hesum sambandi varð nevnt, at leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar kundu havt ábyrgdina av kapasitetsstýringini. Fyri at økja um viðgerðardygdina, mælti umboð fyri serfrøðingabólkin til, at tey trý sjúkrahúsini í felag kundu arbeitt við at ment og orða tilfar til skjalahandfaringsskipanina PLI (politikkur, leiðbeiningar og instruksir). Harumframt kunnu sjúkrahúsini samstarva um felags innkeyp av tólbúnaði, samstarva um ymiskar stuðulsfunktiónir, sum t.d. farmaceutar og sosialráðgevarar. Fyri at taka samanum er verkætlanarbólkurin sum sagt samdur við serfrøðingabólkinum um, at tørvurin er stórur á at fáa sum mest burtur úr samskipanini og samstarvinum millum tey trý sjúkrahúsini. Galdandi sjúkrahúslóg leggur upp til, at sjúkrahúsini skulu veita hvørjum øðrum tænastur, sum kunnu bøta um viðgerðartilboðini og raksturin í sjúkrahúsverkinum. Hetta kann gerast við samstarvsavtalum, sum landsstýriskvinnan góðkennir. Nakrar fáar formligar samstarvsavtalur eru undirskrivaðar seinnu árini, men við ymiskum úrsliti. Aðrar samstarvsavtalur eru í veruleikanum ongantíð settar í gildi, tí tær møta mótstøðu í skipanini. Hetta er eitt dømi um stríðið, sum vit nevndu omanfyri, millum sjúkrahúsleiðslu og heilsustarvsfólk bæði innanhýsis og tvørtur um sjúkrahúsini. Harumframt eru eingir natúrligir rakstrarligir fyrimunir við at gera hesar avtalur, og tað eggjar ikki pørtunum at gera avtalur. 6.1.3 Ein felags sjúkrahúsleiðsla Skal føroyska sjúkrahúsverkið virka sum ein vælvirkandi og virkislig eind, er neyðugt, at yvirskipaðu bygnaðarviðurskiftini stuðla undir hetta. Tað merkir, at leiðsluábyrgdin tvørtur um sjúkrahúsini eigur at verða samlað. Verkætlanarbólkurin metir, at tað er skilabest at seta eina felags leiðslu fyri alt sjúkrahúsverkið, har tað er ein stjóri, sum hevur yvirskipaða ábyrgd fyri øllum virkseminum í sjúkrahúsverkinum. Stjórin eigur at hava varastjórar afturat sær, sum stuðla undir tey økir sum stjórin ikki hevur so stórt innlit í, og sum tryggja, at øll trý sjúkrahúsini hava eina dagliga leiðslu. Ein tílík leiðsla kann t.d. skipast við verandi leiðslutilfeingi í sjúkrahúsverkinum. í dag hava sjúkrahúsini framkomna sjónbandaútgerð, sum ger tað lætt at samskifta og hava fundir uppá tvørs av sjúkrahúsunum og tí nýtist tað ikki at verða ein treyt at stjóri og varastjórar eru staðsettir á sama sjúkrahúsið. Verkætlanarbólkurin metir ikki at neyðugt er við einari leiðslu omaná verandi leiðslubygnað, sum uppskotið um heilsuverkstjóran frá 2007 legði upp til. í arbeiðssetninginum til hetta arbeiðið er ásett, at sjúkrahúsverkið sambært sjúkrahúslógini fevnir um trý sjúkrahús, sum eru Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Samstundis verður staðfest, ...at ongar politiskar ætlanir eru at broyta ta fortreytina, og at sjúkrahúsviðgerð framhaldandi skal veitast á hesum trimum sjúkrahúsunum. Hetta er ein fortreyt fyri 52 menningarætlanina. Tí er tað ein viðkomandi spurningur um tað er í samsvar við arbeiðssetningin, at verkætlanarbólkurin leggur fram tilmæli um at skipa eina felags leiðslu. Til tess er at siga, at spurningurin um leiðslubygnaðin sprettur úr orðaskiftinum um viðgerðir og tænastur í sjúkrahúsverkinum sum heild. Serfrøðingabólkurin hevur víst á nógv avgerandi viðurskifti, sum ikki bara seta spurnartekin við um verkið verður skynsamt rikið, men í eins stóran mun, um tað letur seg gera at hava eitt sjúkrahúsverk á fremsta stigi við verandi bygnaði. Haraftrat metir verkætlanarbólkurin ikki, at tað er í stríð við arbeiðssetningin at mæla til eina felags sjúkrahúsleiðslu, tí tað framhaldandi er ætlanin at sjúkrahúsviðgerð skal verða veitt á øllum trimum sjúkrahúsunum, men við tí endamáli at skipa arbeiði betri enn tað verður gjørt i dag. Líknandi bygnaðir við fleiri sjúkrahúsum við einari felags tvørgangandi stjórn finnast eisini í hópatali aðrastaðnis ikki minst í Danmark har nógvar sjúkrahúsleiðslur eru lagdar saman seinnu árini. Tað er eingin loyna, at spurningurin um at samla leiðsluábyrgdina undir eina felag leiðslu, søguliga hevur verið eitt politiskt viðbrekið mál. Seinastu tvær royndirnar fyrst at seta ein heilsuverksstjóra í 2008 og síðani í 2011 at seta eina felags leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini hava ikki havt neyðuga politiska undirtøku, og eru tí dotnar niðurfyri í politisku skipanini. Vantandi undirtøkan at samla leiðsluábyrgdina byggir á hugsanina, at ein miðsavnan av leiðsluábyrgdini í roynd og veru merkir eina miðsavnan av virkseminum, og at tað verður byrjanin til endan hjá teimum smærru sjúkrahúsunum, sum so aftur merkir verri atgongd til sjúkrahústænastur og færri arbeiðspláss á staðnum. Verkætlanarbólkurin viðurkennir sjónarmiðið, men heldur ikki, at henda hugsan neyðturviliga er grundað. Sum vit lýstu í byrjanini av hesum partinum, røkja øll trý sjúkrahúsini hvør sær týðandi leiklutir í føroyska sjúkrahúsverkinum, og eitt væl lýst uppgávubýti millum tey trý sjúkrahúsini hevði samstundis gjørt leiklutirnar eyðsýndari. Politiska skipanin kann eisini í ávísan mun staðfesta uppgávubýti fyri at tryggja nøktandi funktiónir á øllum trimum sjúkrahúsunum. Hetta kann verða gjørt við reglugerð, kunngerð ella verða ásett beinleiðis í sjúkrahúslógini og eigur at verða gjørt út frá einum fakligum tilmæli. Ein felags sjúkrahúsleiðsla má soleiðis virkað innan fyri teir karmar sum eru ásettir av tí politiska myndugleikanum. Endamálið við at seta eina felags leiðslu er soleiðis:  at optimera samlaða virksemið í sjúkrahúsverkinum, sum millum annað fer at merkja, at virksemi økist og verður meira støðugt í øllum sjúkrahúsverkinum,  at tilfeingið (fíggjarliga tilfeingið, starvsfólk, hølir og útbúnaður) verður gagnnýtt so rationelt sum gjørligt,  at skipa eitt greitt uppgávubýtið, sum bæði fakliga og rakstrarliga er skynsamt. Landsstýrismaðurin skal góðkenna, tá uppgávubýtið verður broytt,  at tryggja eina miðvísa menningartilgongd og góðskutrygging fyri alt sjúkrahúsverkið,  at tryggja ein miðvísa rekrutteringstilgongd av heilsustarvsfólki til alt sjúkrahúsverkið  at tryggja eina greiða, tvørgangandi og samanhangandi skipan í sjúkrahúsverkinum við atliti at sjúklingagongdum,  at fáa sett í verk eina felags visitasjónsskipan fyri alt tað føroyska sjúkrahúsverkið, har ein ávísandi lækni vanliga kommunulækni einans nýtist at senda eina ávísing til sjúkrahúsverkið. Soleiðis fær sjúkrahúsleiðslan ábyrgdina av at leggja viðgerðir og tænastur til rættis tvørtur um tey trý sjúkrahúsini, soleiðis at samlaða tilfeingi í sjúkrahúsverkinum verður nýtt so skilagott sum gjørligt. Tað vil við øðrum orðum siga, at leiðslan hevur myndugleika til innan fyri karmarnar á 53 sjúkrahúslógini og teimum kørmum, sum politiska skipanin setir at skipa funktiónirnar uppá tvørs av sjúkrahúsunum. Verkætlanarbólkurin hevur ikki neyvlýst og nágreinað allar smálutir í hesum tvørgangandi leiðslubygnaði, men metir, at fólk í sjúkrahúsgeiranum og serfrøðingum, sum hava royndir at samskipa virksemi á sjúkrahúsum uttanlands, t.d. í íslandi ella Norðurnorra, saman við Heilsu- og innlendismálaráðnum gera eitt tilmæli um hvussu ítøkiliga ein felags leiðsla kann verða sett saman. Her undir hvussu játtanarviðurskiftini millum sjúkrahúsini skulu loysast í einum tílíkum leiðslubygnaði. Eitt tílíkt arbeiði eigur at verða gjørt í heyst soleiðis at ein felags leiðsla kann virka frá 1. januar 2017. Ein felags leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini. Mælt verður til, at ein felags leiðsla fyri alt sjúkrahúsverkið verður sett har tað er ein stjóri sum hevur yvirskipaða ábyrgd fyri øllum virkseminum í sjúkrahúsverkinum. Stjóri eigur at hava varastjórar afturat sær, sum stuðla undir tey økir sum stjórin ikki hevur so stórt innlit í, og sum tryggja, at øll trý sjúkrahúsini hava eina dagliga leiðslu. í hesum sambandi verður mælt til, at fólk frá sjúkrahúsunum og serfrøðingar, sum hava royndir at samskipa virksemi á sjúkrahúsum uttanlands, t.d. í íslandi ella Norðurnorra, saman við Heilsu- og innlendismálaráðnum gera eitt tilmæli um hvussu ítøkiliga ein felags leiðsla kann verða sett saman Arbeiðið eigur at verða gjørt í heyst soleiðis at ein felags leiðsla kann virka frá 1. januar 2017. í tilgongdina at gera Menningarætlanin hevur verkætlanarbólkurin arbeitt við og lagt fram eitt alternativt uppskot, um at seta eitt sjúkrahúsleiðsluráð við verandi sjúkrahússtjórum, sum formliga skuldi setast av landsstýriskvinnuni. Sambært uppskotinum skulu Sjúkrahúsleiðsluráðið síðani fáa ein røð av raðfestum uppgávum í mun til at samskipa virksemi millum sjúkrahúsini, sum landsstýrismaðurin ynskti, at ráðið skuldi arbeiða við. Sjúkrahúsleiðsluráðið skuldi við jøvnum millum bilum greiða landsstýrismanninum frá um støðuna í mun til uppgávurnar, sum tey skuldu loysa. Endamálið við ráðnum var somuleiðis at tryggja eina betur samskipan og samtarv til tess at gagnnýta samlaða tilfeingið í sjúkrahúsverkinum betur. Eftir at hava fingið nógvar viðmerkingar um hesa loysnina frá serfrøðingabólkinum, valdi verkætlanarbólkurin at fara burtur frá hesi loysnini, tí mett verður at endamálið verður betur rokkið við einari tvørgangandi leiðslu fyri øll sjúkrahúsini. 6.2 Tvørgangandi klinisk samstarvstoymi Felags sjúkrahúsleiðslan hevur skyldu til at tryggja samskipan á kliniskum stigi tvørtur um sjúkrahúsini. Sum nevnt fleiri áður, so liggja ivaleyst nógvir ónýttir møguleikar í at styrkja tvørgangandi kliniska samstarvið bæði við at leggja virksemið til rættis innan ymisk fakøkir, og við eini betri nýtslu av teimum samlaðu fakligu førleikunum í sjúkrahúsverkinum. Arbeiðsbólkurin, ið skrivaði álit um framtíðar sjúkrahúsverk í 2007, hevði tá tilmæli um ein líknandi bygnað. Greiningin tá vísti eisini, at tørvur var á at styrkja samstarvið á tí kliniskum stigi við tí endamáli at samskipað virksemið betri á sjúkrahúsunum. Tilmælið um funktiónsberandi samstarvsøki, sum tað tá æt, var ein tvørgangandi fyriskipanarlig avtala innan nøkur ávís heilsufaklig økir. Frágreiðingin frá 2007 mælti til, at tey trý sjúkrahúsini skuldu gera ítøkiliga avtalur, sum skuldi sameina fakliga ella tænastuliga virksemið millum deplarnar á Landssjúkrahúsinum og tilsvarandi virksemi á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi. Nakrar avtalur er gjørdan tvørtur um sjúkrahúsini á útvaldum økjum. T.d. gjørdu Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús fyrst í 2015 avtalur um 54 endurvenjingar til apopleksisjúklingar og um hondskurðviðgerðir. Eisini er ein samstarvsavtala á urologiska økinum. Avtalan um apopleksisjúklingar er tó ikki sett í verk enn. Tvørgangandi klinisk samstarvstoymi. Mælt verður til, at felags sjúkrahúsleiðslan fær til uppgávu at stovna formlig tvørgangandi klinisk samstarvstoymi tvørtur um tey trý sjúkrahúsini við tí endamáli fáa tvørgangandi kliniska samstarvið at virka. Fyri at tryggja neyðuga rótfesti mæla vit til, at teir serlæknar, hjálparlæknar, sjúkrarøktarfrøðingar og aðrir starvsfólkabólkar, sum verða fevnd av avtalunum, eru við í ráðleggingini. Harafturat eigur tað at síggjast aftur í samstarvsavtalunum, hvør hevur yvirskipaðu ábyrgdina av samstarvstoyminum. 6.3 Heilsustarvfólk eiga at kunnu flytast tá tað gevur meining Starvsfólkini verða eisini frameftir starvsett á tí einstaka sjúkrahúsinum, men ein týðandi fortreyt fyri at føroyska sjúkrahúsverkið kann virka sum ein eind er, at starvsfólk kunnu flytast millum sjúkrahúsini eftir tørvi. Tvørgangandi klinisku samstarvstoymini kunnu samstundis tryggja regluligt virksemi á smærru sjúkrahúsunum og bøta um atgongdina til sjúkrahústænastur í nærumhvørvinum, uttan at lækka fakliga støðið og dygdina. At læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og aðrir starvsfólkabólkar við ymiskum førleikum kunnu flyta millum tey trý sjúkrahúsini, er við til at tryggja viðgerðardygdina, og starvsfólkini fáa neyðugu venjingina og royndirnar. Tað er umráðandi, at hetta verður lagt væl til rættis soleiðis, at sjúkrahússtarvsfólk kunnu brúka heilar arbeiðsdagar á øðrum sjúkrahúsum. Um hetta ikki eydnast, tekur flytingin ov nógva tíð frá sjúklingunum, og tað er ikki ætlanin. Samstundis er tað sjálvandi ikki á øllum økjum, at tað er høpi í at flyta. Harafturat er tað neyvan gagnligt at gera tvørgangandi samstarvsavtalur á øllum økjum í senn. Fleiri av serlæknunum hava eisini sagt, at tað á fleiri læknafakligum økjum er ómetaliga trupult at fáa eina tvørgangandi skipan at rigga við læknum, sum skulu flyta, tí so stórt trot er á serlæknum í føstum starvi. Tað ásannar verkætlanarbólkurin. Sjúkrahúsleiðsan eigur tí at raðfesta nøkur klinisk fakøki fyrst, har mett verður, at tað ber til. Tað kundi t.d. verið innan samadagskurðviðgerðum, narkosuøkið og fysio- og ergoterapeutiskari endurvenjing. Verkætlanarbólkurin er eisini greiður yvir, at sáttmálarnir kunnu verða ein forðing fyri flytføri hjá starvsfólkum, men hetta eigur at kunna loysast í sambandi við komandi samráðingarnar. Endamálið eigur at vera, at tað innan fyri nøkur ár verða gjørd tvørgangandi samstarvstoymi á fleiri økjum: á øllum skurðøkinum, medisinska økinum t.d. at hava medisinsk ambulatorium á øllum trimum sjúkrahúsunum, har serlæknar vitja eina ferð um mánaðin ella eftir tørvi við tí endamáli at bjóða sjúklingum tænastur nær við teirra heim (t.d. oyrna-, nasa-, hálslækni; eygnalækni og hjartalækni). Harumframt eiga formligar tvørgangandi samstarvsavtalur at verða gjørdar fyri bráðmóttøkuna og á diagnostiska økinum. Psykiatriin er ikki nevnd her, tí vit meta, at skipanin við økispsykiatri livir upp til endamálið við skipanini, sum vit skjóta upp. 6.4 Felags visitatiónsskipan og yvirlit yvir bíðilistar Stovnanin av felags sjúkrahúsleiðslui og tvørgangandi samstarvstoymum á kliniska økinum skal fylgjast upp av einari felags visitatiónsskipan fyri sjúkrahúsverkið. Væl samskipað virksemisráðlegging bæði á stjórnarstigi og á kliniskum stigi eru grundarlagið undir einari felags skipan fyri alt tað 55 føroyska sjúkrahúsverkið, har ein ávísandi lækni vanliga ein kommunulækni einans hevur tørv á at senda eina ávísing. Ein greið sergreinaætlan og eitt greitt uppgávubýti millum tey trý sjúkrahúsini gera tað nógv lættari fyri ávísandi læknan, tá tað so við og við vera færri sergreinar, sum verða bjóðaðar nógva staðni. Sjúklingurin skal framvegis hava ávirkan á, hvat hann fær sína viðgerð, og í teimum førunum, har viðgerðin er tøk fleiri staðni, skal sjúklingurin enn hava møguleika at velja. So við og við fer visitatiónsskipanin tí bara í høvuðsheitum at fevna um planlagdar viðgerðir, fysio- og ergoterapi og aðra endurvenjing. Ongar visitatiónsreglur eru í dag fyri akuttar sjúklingar, men verkætlanarbólkurin mælir til, at tá ein felags visitatiónsskipan verður sett á stovn, verða greiðar reglur gjørdar fyri visitatión av akuttum sjúklingum. Felags visitatiónsskipan. Mælt verður til, at ein felags vistiatiónsskipan verður sett í verk og at hetta verður ein av fyrstu uppgávunum sum ein felags sjúkrahúsleiðsla skal loysa. Eitt natúrligt framhald av einari skipan, sum vit hava greitt frá omanfyri er at gera bíðilistar til ymisku viðgerðirnar almennar. Eftirfarandi bíðilistar eru týdningarmiklar av ymiskum orsøkum. Millum annað fyri at fáa eitt yvirskipað yvirlit yvir støðuna í sjúkrahúsverkinum. Er kapasiteturin nøktandi? Eru øki, sum leiðslan noyðist at raðfesta hægri? Er tørvur á meiri peningi til ávísar sergreinar o.s.fr. Bíðilistar eru grundleggjandi, tá vit leggja til rættis og royna at gagnnýta kapasitetin á bestan hátt. Almennir bíðilistar eru eisini ein háttur, har almenningurin kann síggja og meta um, hvussu stendur til í sjúkrahúsverkinum. Eisini politikarar. Men almennir bíðilistar eru ikki minst eitt týðandi amboð hjá sjúklingum og tí ávísandi læknanum, so teir kunnu taka nøktandi avgerðir. í dag er hetta ein svartur kassi, ikki bara fyri almenningin, men eisini innan fyri sjálva heilsuskipanina og sjúklingarnar. í íslandi eru sjúkrahúsini bundin av at boða frá bíðilistum til Landslæknan sum almannakunnger bíðilistarnar fjórða hvønn mánað á sínari heimasíðu. Ein líknandi skipan eigur eisini at vera í Føroyum. Tí mæla vit til, at almenningurin fær innlit í upplýsingar um bíðilistar. Upplýsingarnar skulu vera online, so upplýsingarnar um bíðitíðir altíð eru tøkar. Almennir bíðilistar. Mælt verður til, at sjúkrahúsverkið skal boða frá bíðilistum sum verða almannakunngjørdir t.d. fjórða hvønn mánað á einum heilsuportali. Upplýsingarnar skulu vera online, so upplýsingarnar um bíðitíðir altíð eru tøkar. 6.5 Ov vánalig virksemishagtøl ein vantandi kumpass til skynsama og væl virkandi stýringVantandi bíðilistar vísa bara á ein nógv størri og álvarsamari mangul í føroyska sjúkrahúsverkinum: nevniliga vantandi virksemishagtøl. Støðan er tann í dag, at føroyska sjúkrahúsverkið ikki hevur atgongd til grundleggjandi upplýsingar um virksemi á sjúkrahúsunum. Eingin sentralur dátugrunnur er tøkur, har tú kanst fáa upplýsingar um t.d. hvussu nógvir blindtarmar blivu tiknir í 2015 í Føroyum, ella hvussu nógv fingu skurðviðgerð fyri æðraknútar. Tað merkir heilt einfalt, at vitanin um aktivitet og virksemi ikki er tøk á teimum trimum sjúkrahúsunum. Vitan um virksemi er ein kumpass í stýringini av sjúkrahúsverkinum, og avleiðingin 56 av vantandi upplýsingum er, at myndugleikarnir ikki hava neyðugu fortreytirnar fyri góðari og væl virkandi ráðlegging. Hetta kann, sambært serfrøðingabólkinum, ikki góðtakast. Vantandi grundleggjandi upplýsingar í sjúkrahúsverkinum eru tætt knýttar at innføringini av THS- skipanini (Talgilda heilsuskipanin). í teimum seinastu norðurlendsku ársfrágreiðingum um heilsuupplýsingar, eru ongar upplýsingar fyri Føroyar, men í eldri frágreiðingum, t.e. áðrenn 2009 eru hesar upplýsingar tøkar. THS er á flestu týðandi økjum ein góð og í fleiri førum ein frálík talgild heilsuskipan. Ein av stóru fyrimununum við THS er, at alt føroyska heilsuverki brúkar somu skipan. Tað gevur fleiri fyrimunir í sambandi við diagnostisering og viðgerð. Vansin er sum nevnt, at skipanin í dag ikki gevur atgongd til grundleggjandi virksemisupplýsingar. Serfrøðingabólkurin hevur kjakast dúgliga um avbjóðingina við vantandi atkomandi upplýsingum. Bólkurin mælir staðiliga til, at Heilsu- og innlendismálaráðið raðfestir uppgávuna og finnur neyðugu fíggingina. Støðan hesum viðvíkjandi er, at málið í løtuni er raðfest. Eftir fleiri royndir til fánýtis er tað nú eydnast ráðnum og landsstýrismanninum at fáa neyðugu fíggingina til uppgávuna til vega á fíggjarlógina. Harafturat samtykti løgtingið eitt lógaruppskot frá landsstýrismanninum, sum gevur heimild til at seta krøv um skrásetingarmannagongdir, og í løtuni verður ein kunngerð og ein leiðbeining skrivað, sum skal tryggja eins skráseting á økinum. Skrásetingin er í dag sera ymisk, heilt niður til hvønn einstakan sjúkling. Nýggj lóggáva og leiðbeining um skrásetingarmannagongdir er tí neyðug fyri at fáa álítandi upplýsingar. Nøkur sjónlig tekin eru eisini um batar. Verkætlanarbólkurin hevur nu seint í tilgongdini fingið kunning um innleggingar og belegning á teimum trimum sjúkrahúsinum sum gevur orsøk at halda, at støðan er batnandi. Verkætlanarbólkurin stuðlar og tekur undir við arbeiðinum, sum er í gongd um at útvega galdandi upplýsingar um grundleggjandi virksemi í sjúkrahúsverkinum. Lóggáva, kunngerðir og leiðbeiningar mugu tó miðvíst setast í verk og fylgjast upp. 6.6 Politiskar og strategiskar avgerðir eru neyðugar Vantandi samskipanin og samstarv tvørtur um sjúkrahús og deildir eru í stóran mun søguliga og politiskt treytaðar. Heilt aftur til upprunan hjá sjúkrahúsunum, hevur kappingarstríð verið millum tey trý sjúkrahúsini og eitt stríð millum sjónarmið um tørvin á staðbundna tilboðnum mótvegis miðsavnaðari servitan. Hetta er eitt kjak, sum javnan verður reist í løgtinginum og í øðrum politiskum orðaskifti, har polariserandi sjónarmið merkja kjakið. Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at hetta huglagið søguliga ikki hevur eggjað til samstarv tvørtur um sjúkrahúsini. Serfrøðingabólkurin vísti á fleiri øki, har vantandi avgerðir á makroniveau og seinar avgerðir á mikroniveau, eisini í Heilsu- og innlendismálaráðnum, skapar ørkymlan og køvir leiðsluna og starvsfólkini á sjúkrahúsunum. Millum vantandi avgerðir á makroniveau nevndi serfrøðingabólkurin heilt ítøkiligt eina yvirskipaða sergreinaráðlegging millum tey trý sjúkrahúsini. Sambært bólkinum er hetta ivaleyst høvuðsorsøkin til at nýtslun av tepru fíggjarorkuni í sjúkrahúsverkinum ikki verður nýtt nøktandi. Vantandi avgerðir um, hvar sergreinarnar skulu vera, hava ført við sær, at sergreinar hava tikið seg tilvildarliga upp á teimum trimum sjúkrahúsunum. Søgan hevur víst, at sergreinarnar fylgja serlæknunum, sum eru settir í starv, og tað hevur skapað dupult virksemi í heilt smáum sergreinum (t.d. innan bráðvirksemi, urologi, ortopædi, kardiologi). 57 Samstundis sum politiska skipanin, íroknað Heilsu- og innlendismálaráðið, hevur trupult við at taka neyðugar yvirskipaðar avgerðir, merkir politisk uppílegging í smá mál, at sjúkrahúsverkið, sambært serfrøðingabólkinum, verður forðað í at raðfesta og effektivisera rakstrarliga virksemið í mun til peningin, sum løgtingið játtar. Trupulleikin er harumframt, at eingin heilsufakligur myndugleiki er, sum hevur eftirlit við og myndugleika til at góðkenna tær kanningar og viðgerðir, sum eru og verða settar í verk í føroyska sjúkrahúsverkinum og sum kann koma við tilmælum um, hvussu sjúkrahúsverkið mest hóskandi kann skipa seg við dygd og trygd fyri eyga. Henda uppgáva verður røkt av Sundhedsstyrelsen í Danmark og av Landslæknanum í íslandi. Síðstu árini hevur Sundhedsstyrelsen lagt dent á at gera sokallaðar nationale kliniske retningslinjer (NKR), sum fevna um alt landið og sum skulu vera við til at tryggja einsháttað viðgerðartilboð við høgari fakligari dygd tvørtur um alt Danmark. Sambært pørtum av serfrøðingabólkinum, merkir hetta, at lutfalsliga nógvir fakligir heilsuspurningar, sum eiga at vera einfaldir at taka støðu til út frá einum fakligum sjónarhorni, gerast politiskir. Hetta við tí avleiðing, at avgerðirnar draga út og eru mangan fakliga ivasamar tá ið tær umsíðir verða tiknar. í hesum samanhanginum helt serfrøðingabólkurin, at tað tí var neyðugt við heilsufakligum/læknafakligum førleikum í Heilsu- og innlendismálaráðnum, so avgerðir um t.d. hvar viðgerðir skulu leggjast, ikki vórðu tiknar uttan heilsufaklig/læknafaklig atlit. Heilsufakligir spurningar í síni heild og serstakliga spurningar um sjúkrahúsverkið eru viðbrekin politisk kjakevni í øllum framkomnum londum. Um politiska kjakið í Føroyum í størri mun er um mál, sum í øðrum londum verða avgjørd út frá fakligum grundgevingum og atlitum, er trupult at siga. Men vit kunnu staðfesta, at vit í Føroyum ikki hava eina stjórn ella eitt stýri, sum t.d. kann samanberast við kann Helsedirektoratet í Noregi, Socialstyrelsen í Svøríki ella Landslæknan í íslandi. í Føroyum kann Landslæknin virka sum ráðgevandi partur í mun til omanfyrinevndu spurningar, men hann hevur ikki myndugleika t.d. til at góðkenna ella nokta fyri at ein viðgerð verður sett á stovn. í sambandi við avgerðir, sum krevja heilsufakliga/læknafakliga meting, er tað í dag ein partur av avgerðargongdini at fáa hesar metingar, annaðhvørt frá Landslæknanum og/ella frá øðrum serlæknum. í sambandi við spurningin um vantandi avgerð um sergreinaráðlegging eru atfinningarnar helst rættar. Hendan menningarætlan er tó eitt greitt dømi um, at politikararnir nú ynskja eitt fakligt grundað skjal, har teir við støði í ætlanini kunnu taka politiskar avgerðir um framtíðina hjá føroyska sjúkrahúsverkinum - eisini hvussu ein sergreinaráðlegging eigur at skipast. 6.7 Telemedisinskar loysnir í Føroyum At menna og seta telemedisinskar26 loysnir í verk víðkar um møguleikarnar at veita dygdargóða viðgerð við at sjúkrahúsverkið verður tættari knýtt saman og at sjúklingar og heilsustarvsfólk kunnu fáa heilsufakliga hjálp hóast talan er um eina fjarstøðu til tann sum kann veita viðgerðina/ráðgevingina. Fleiri roynd modell eru, sum fyri lutfalsliga smáar upphæddir kunnu tryggja, at framtíðar heilsuverkið betri kann møta avbjóðingunum við at fleiri gerast eldri og kronisk sjúk. Nýtsla av telemedisini í heilsuverkinum kann økja um dygdina á viðgerðartilboðunum og skapa eitt heilsuverk, har sjúklingurin er miðdepli, og har sjúklingarnir verða stuðlaðir í at vera virknir og hava serliga ávirkan í teirra egnu viðgerð. 26 Telemedicin/fjarlæknafrøði verður lýst sum heilsufakligar veitingar úr fjarstøðu við hjálp frá kunningar- og samskiftistøkni 58 á sjúkrahúsunum kann telemedisin nýtast bæði í sambandi við planlagdar og akuttar viðgerðir og í sambandi við kroniskar sjúkur. Telemedisin kann við stórari nyttu nýtast á prehospitala økinum, t.v.s. millum sjúkrabilar og sjúkrahús, millum ymiskar sjúkrahúseindir, innanhýsis á einstaka sjúkrahúsinum, ella millum ymiskar matriklar og millum sjúkrahús og sjúkling. Telemedisin kann brúkast í sambandi við at fáa serfrøðingahjálp frá sjúkrahúsum uttanlands t.d. í sambandi við at fáa ráðgeving til diagnostisering og viðgerð. í Føroyum hevur telemedisin lutvíst verið brúkt í nøkur ár. Til dømis hevur eitt samstarv millum Roskilde Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið ført við sær, at fleiri enn 6 % av føroyska fólkinum síðani 2003 hava fingið viðgerð fyri húðsjúkur, har telemedisin hevur havt ein týðandi leiklut í viðgerðargongdini27. Harafturat eru avtalur gjørdar soleiðis at røntgenmyndir verða sendar til TLC (Telemedicinsk Clinic) í Spania har ein røntgenlækni við røttu førleikunum kann lesa myndirnar. Telemedisin verður eisini nýtt í barna- og ungdómspsykiatriini og neurologiini, har tað ber til at brúka videofundir til at hava viðgerðarsamrøður, tá sjúklingurin er í Føroyum og læknin er uttanlands. Eisini í økispsykiatriini verður hetta brúkt. í Føroyum hevur ikki verið nakað serligt fokus á telemedisinskar loysnir í staðin eru loysnirnar sum eru nevndar omanfyri, komnar á økjum, har serligar avbjóðingar hava verið serliga í samband við læknatrot. Telemedisin er ein av lyklunum til heilsutænastur í framtíðini. Telemedisinskar loysnir sum videofundir, útveksling av talgildum upplýsingum og myndum millum sjúkrahús og sjúkrahús og prehospitalu eindirnar og eftirlit av sjúklinginum í egnum heimi kann í fleiri førum geva somu ella hægri viðgerðar- og lívsgóðsku. Tílíkar loysnir kunnu eisini vera við til at bøta um demografisku og fíggjarligu avbjóðingarnar í framtíðini. í Norðurlondum hevur arbeiðið við at stovna telemedisinskar loysnir verið raðfest høgt og nakrir deplar28 eru settir á stovn, sum einans arbeiða við telemedisinskum loysnum og m.a. vegleiða sjúkrahúsum í telemedisin. í Føroyum verður tað ikki mett at vera realistiskt at stovna skipanir ella deplar, sum einans arbeiða við hesum. Harafturímóti er tørvur á at gera eitt greiningararbeiðið, sum við støði í verandi royndum og vitan í Norðanlondum lýsa møguleikar fyri at taka telemedisin í nýtslu í Føroyum og sum kann styrkja samskipanina og sjúklingaviðgerðina millum avvarðandi eindir og millum føroyska sjúkrahúsverkið og sjúkrahúsverk uttanlands. Lýsa telemedisinskar møguleikar í Føroyum. Mælt verður til, at ein nevnd við umboðum úr teimum trimum sjúkrahúsunum verður sett til at gera eitt greiningararbeiðið, sum við støði í verandi royndum og vitan í Norðanlondum lýsa møguleikar fyri at taka telemedisin í nýtslu í Føroyum, sum kann styrkja samskipanina og sjúklingaviðgerðina millum avvarðandi eindir í Føroyum og millum føroyska sjúkrahúsverkið og sjúkrahúsverk uttanlands. 27 http://www.danskepatienter.dk/tema/telemedicin 27http://borsen.dk/nyheder/avisen/artikel/11/9075/artikel.html#ixzz4Bdp25UKc 28 Sí til dømis: www.telemedicine.fi www.telemed.no 59 60 7 Sjúkrahúsútreiðslur í Føroyum samanbornar við onnur lond í hesum partinum fara vit at viðgera triðja spurningin í arbeiðssetninginum, sum er at gera eina meting av fíggjarliga tørvinum fyri alt sjúkrahúsverkið, sum gevur neyðugt rásarúm til at veita heilsutænastur á fremsta støði, og neyðugu starvsorkuna til tess. Seinni í hesum partinum greiða vit frá og mæla til nøkur amboð, sum kunnu nýtast til at handfara økta fíggjartørvin, sum verður í sjúkrahúsverkinum í framtíðini. Fyrst verður lýst, hvussu føroysku sjúkrahúsútreiðslurnar liggja í mun til grannalondini og í mun til miðaltalið í OECD. Hetta er ein sokallað benchmarking. Samanberingin er viðkomandi við tað, at hon sigur nakað um, hvørja raðfesting sjúkrahúsgeirin í Føroyum hevur í mun til raðfestingina hjá okkara grannalondum. Fyri borgarar og tey, sum taka avgerðir, er tað sjálvandi viðkomandi vitan, havandi í huga lívsneyðuga virksemið hjá sjúkrahúsunum. Ein samanbering millum lond kann tó ikki standa einsamøll, men skal her síggjast sum eitt av mongum viðkomandi viðurskiftum at meta útfrá. Ein samanbering er harumframt best, tá viðurskiftini, sum verða samanborin, eru sambærlig. Tað er tað tíverri ikki rættiliga í hesum føri. Lutvíst tí at fólkatalið í Føroyum bara er umleið 1 prosent av fólkunum í hinum skandinavisku londunum, burtursæð frá íslandi og lutvíst tí, at sjúkrahús-, heilsu- og eldrageirarnir eru skipaðir ymiskt frá landi til land. Tað liggur uttanfyri karmarnar og endamálið í hesari frágreiðingini at lýsa hesar munir. Samanberingin kann tó tæna sum ein ábending um útreiðslustøðið. Ein stutt frágreiðing verður eisini givin um gongdina í sjúkrahúsútreiðslunum í Føroyum síðani 2009. Við ráðlegging og framtíðini í hyggju, verður at enda í hesum kapitli gjørd ein meting av fíggjarligu avleiðingunum av teimum tilmælum, sum eru borin fram í hesari frágreiðing. 7.1 Heilsu- og sjúkrahúsútreiðslur í OECD og Norðurlondum Tað er ein avbjóðing, at sjúkrahúsútreiðslurnar í altjóða samanberingum sum oftast verða gjørdar upp sum ein partur av heilsuútreiðslunum. Tá sjúkrahúsútreiðslur verða tiknar úr, verður tað gjørt á ymiskan hátt, og tí mugu uppgerðirnar takast við fyrivarni. Mynd 7.1 niðanfyri vísir, at okkara grannatjóðir í Norðurlondini liggja á hædd við og omanfyri OECD miðaltalið, mált á útreiðslur til heilsu í mun til bruttotjóðarúrtøkuna (BTú) Mynd 7.1: útreiðslur til heilsu í Norðurlondum og OECD í mun til BTú 2009 - 2013 15,0 10,0 5,0 0,0 Kilde: 2009 Denmark Norway 2010 2011 Finland Sweden 2012 2013 Iceland OECD - Average Mynd 7.1 - Kelda: OECD Tað er tó ein ávís spjaðing millum londini. Finnland, ísland og Noregi hava seinastu árini fylgt OECD miðaltalinum á 7-8 % sera væl, meðan Danmark og Svøríki liggja nakað omanfyri, á 11-12 %. Tað skal 61 Pct sigast, at Noregi við sínari stóru oljuframleiðslu hevur eitt lutfalsliga høgt BTú. Støði á útreiðslunum hevur verið rímiliga støðugt. Lopið í útreiðslunum í Svøríki, sum kann lesast í myndini omanfyri, skyldast broytingar í uppgerðarhátti og ikki øktum útreiðslum ella lækkandi BTú. útreiðslur til heilsu í mun til BTú gevur okkum eina yvirskipaða mynd. Tær siga kanska ikki so nógv um, hvørt heilsuútreiðslurnar eru høgar ella lágar, vaksandi ella minkandi í krónum og oyrum. Tær siga bara nakað um útreiðslurnar í mun til BTú. Latið okkum tí hyggja at útreiðslunum fyri hvønn íbúgva. Myndin er stórt sæð tann sama, sum útreiðslurnar í mun til BTú. Finnland og ísland liggja á støði við OECD miðaltalið, og Danmark og Svøríki liggja eitt sindur omanfyri. Noregi liggur tó her væl omanfyri hini londini, og økist. í 2014 eru útreiðslurnar frá uml. 20.000 kr. fyri hvønn íbúgva í Finnlandi og upp til uml. 36.000 kr. fyri hvønn íbúgva í Noregi. Danmark og Svøríki brúka millum 25.000 og 30.000 kr. fyri hvønn íbúgva. Mynd 7.2: útreiðslur til heilsu í Norðurlondum og OECD pr. íbúgva 2009 2013/14 40000 35000 30000 25000 20000 15000 10000 5000 0 2009 2010 Danmark Norge 2011 Finland Sverige 2012 2013 2014 íslandOECd middel Mynd: 7.2 - Kelda: OECD Omanfyrinevndu útreiðslur eru sum sagt heilsuútreiðslur í heila tikið. Sjúkrahúsútreiðslur eru ein partur av samlaður heilsuútreiðslunum. Sum longu sagt er tað ikki uttan trupulleikar at skilja bæði sløgini av útreiðslum sundur. Til dømis kann nevnast, at okkara eldru samborgarar lutvíst fáa røkt og lutvíst viðgerð tveir útreiðslupostar, sum kunnu vera truplir at býta neyvt, men annar hoyrir til eldrarøkt, og hin hoyrir undir fíggjarætlanina í heilsuverkinum. í talvu 7.1 niðanfyri síggjast sjúkrahúsútreiðslurnar í mun til heilsuútreiðslurnar í Norðurlondum. Talva 7.1: Sjúkrahúsútreiðslur sum partur av samlaðu útreiðslunum til heilsu 2009-2013 í prosentum Talva 7.1 - Kelda: OECD 2009 2010 2011 2012 2013 Danmark 45,2 45,1 45,7 45,8 45,5 Finnland 35,5 35,7 35,6 35,6 36,8 ísland 38,7 35,6 36,9 38,6 39 Noreg 38,2 38 39,1 39,2 - Svøríki - - 38,7 38,5 38,9 62 DKK Samanumtikið er parturin av sjúkrahúsútreiðslunum í temum norðurlendsku londunum millum 35-45 % av samlaðu heilsuútreiðslunum. Danski sjúkrahúsparturin av útreiðslunum er munandi hægri enn í hinum londunum. 7.1.1 Føroyar samanborið við Norðurlond Um vit samanbera føroysku heilsuútreiðslurnar við útreiðslurnar hjá hinum, so eru tær føroysku í norðurlendskum samanhangi í botninum saman við teimum finsku og teimum íslendsku millum 20.000 og 25.000 kr. Tær donsku og svensku liggja á umleið 35.000-37.000 kr. fyri hvønn. Tær norsku liggja uppi á umleið 50.000 í 2013. Talva 7.2: útreiðslur til heilsu fyri hvønn íbúgva 2013 Talva 7.2 - Kelda: Health Statistics for the Nordic Countries 2015 (Nomesco) Tað er vert at leggja til merkis, at 15-25 % av útreiðslunum eru privatfíggjaðar í hinum londunum, meðan henda uppgerðin ikki tekur privatfígging í Føroyum við, tí upplýsingar um privatgjøld eru ikki tøkar. Viðvíkjandi alment fíggjaða partinum av heilsuútreiðslunum, liggja Føroyar oman fyri ísland og Finnland, men niðan fyri Danmark, Noregi og Svøríki. Um vit síðani hyggja at, hvussu føroysku sjúkrahúsútreiðslurnar eru samanborið við hini norðurlendsku londini, so síggja vit í mynd 7.3, at føroysku útreiðslurnar liggja væl hægri enn hinar. Tað kemur kanska óvart á, tí vit kundu vænta, at mynstrið var tað sama, sum við samlaðu heilsuútreiðslunum. Men so er ikki sambært. Mynd 7.3: Sjúkrahúsútreiðslur fyri hvønn íbúgva í Føroyum og í Norðurlondum (2009-2013) Danskar krónur Danmark Føroyar Finnland ísland Noreg Svøríki Alment fíggjað 29.442 22.469 17.925 18.819 43.746 31.290 Privat fíggjað Tilsamans 5.461 34.903 .. .. 5.960 23.885 4.492 23.319 7.741 51.494 5.908 37.190 16,0 14,0 12,0 10,0 8,0 6,0 4,0 2,0 0,0 2009 2010Danmark Finland 2012 2013 Island Færøerne 2011 Norge Sverige Mynd 7.3 - Kelda: OECD og egnar útrokningar Sjúkrahúsútreiðslurnar fyri hvønn íbúgva í Føroyum eru í 2013 komnar upp á umleið 15.000 kr. Tað er 2.000-3.000 kr. hægri enn í Noregi, Svøríki og Danmark fyri hvønn íbúgva. 63 1000 DKK/capita Tað vil siga, at Føroyar liggja lutfalsliga lágt í norðurlendskum høpi og markant undir danskt, svenskt og norskt støði, tá tær samlaðu útreiðslurnar til heilsu verða samanbornar. Hinvegin liggja vit lutfalsliga høgt, tá hugt verður eftir sjúkrahúsútreiðslunum burturav. Orsøkin er, at vit í Føroyum brúka lutfalsliga ein nógv størri part av samlaðu útreiðslunum til heilsu uppá sjúkrahús. Hyggja vit eftir partinum hjá sjúkrahúsútreiðslum í mun til heilsuútreiðslur, eru føroysku sjúkrahúsútreiðslurnar umleið 75-80 % av samlaðu heilsuútreiðslunum, sí talvu 2. Hetta skal samanberast við 35-45 % í skandinavisku londunum, sum víst var á í talvu 1 omanfyri. Hesi tøl benda greitt á, at ein lutfalsliga nógv størri partur av teimum samlaðu heilstænastunum verða bjóðaðar í sjúkrahúsverkinum í Føroyum, tí sonevnda sekundera geiranum. Fyrivarni skal takast fyri, at tað eisini kann vera munur á uppgerðarhættum. í so fall kundi ein frágreiðing upp á høgu føroysku útreiðslurnar verið, at onkrar útreiðslur eru íroknaðar, sum ikki eru íroknaðar í útreiðslunum hjá hinum londunum. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir sjúkrahúsútreiðslurnar í Føroyum í tíðarskeiðnum 2009 til 2015 og fíggjarætlanin fyri 2016. Endamálið við talvuni er lutvíst at vísa gongdina í útreiðslunum og lutvíst at vísa, hvørjir postar eru við. Tað síðsta er fyri at vísa, hvørjir postar eru grundarlag fyri samanberingina við norðurlendsku londini omanfyri. Talva 7.4: Sjúkrahúsútreiðslur í Føroyum (2009 2015/16) 1.000 DKK 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 J2016 Landssjúkrahúsið Virksemi uttanlands 394.420 402.543 384.381 387.236 388.871 402.540 137.186 578.862 594.362 138.618 138.176 142.623 145.148 149.678 00 Medicoteknisk tól 7.462 16.001 11.045 7.166 7.959 8.029 8.974 9.000 Landssjúkrahúsið, útbygging 36.294 24.208 26.900 16.350 24.789 12.206 23.623 29.123 Klaksvíkar sjúkrahús 60.524 61.878 62.320 62.600 62.560 64.790 65.489 67.482 Klaksvíkar sjúkrahús, løgur 1.017 1.492 831 3.260 1.708 11.403 2.000 2.000 Suðuroyar sjúkrahús 47.249 49.306 52.122 52.034 53.025 54.115 56.486 57.575 Suðuroyar sjúkrahús, løgur 1.208 2.498 2.505 1.109 809 0 0 800 Serstakur sjúkrahúsheilivágur Umsiting sjúklingatrygging 0 0 33.199 35.930 36.586 41.501 260 42.188 50.025 000 0 59 234 350 Sjúklingatrygging 000 0 205 491 6.505 2.000 Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu 1.693 1.661 2.072 2.022 2.059 1.652 1.858 1.858 688.485 697.763 717.998 712.855 728.308 734.173 786.219 814.575 Talva 7.4 - Kelda: úttrekk fra Leiðslukunningarskipanin, Føroya Gjaldstova. Samlaðu sjúkrahúsútreiðslurnar eru hesa tíðina hækkaðar frá 688 mió. kr. til 815 mió. kr., sum er ein øking upp á knappar 230 mió. kr. Serliga sæst hækkingin í 2014 og 2015 mest í játtanini til Landssjúkrahúsið. Ein týðandi partur av frágreiðingini er, at játtanin til viðgerðir uttanlands er løgd undir Landssjúkrahúsið (á leið 140 mió. kr.), men harumframt er ein nominel øking í játtanini upp á umleið 55 mió. kr. yvir tvey ár. Ein annar postur, sum er øktur munandi, er útreiðslurnar til sjúkrahúsheilivág. Ein samanbering av sjúkrahúsútreiðslunum í mun til samlaðu útreiðslurnar hjá landskassanum vísa, at parturin er øktur frá uml. 15 % í 2009 til uml. 17 % í 2014 (yvirlit yvir samlaður útreiðslurnar hjá landskassanum fyri 2015 eru ikki tøkar enn). 64 Ein annar háttur at samanbera hvussu Føroyar standa seg í einari samanbering við onnur Norðurlond er, at samanbera talið av heilsustarvsfólkum, sum starvast í almenna geiranum. Sambært Mynd 7.4 niðanfyri er rættiliga stórur munur á hvussu nógv starvsfólk eru í starvi innanfyri ymsu fakbólkarnar í Norðurlondunum. Mynd 7.4: Heilsustarvsfólk 2013 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í Norðurlondum Mynd: 7.4 - Kelda: Health Statistics for the Nordic Countries 2015 (Nomesco) Sambært hesari uppgerð eru Føroyar eftirbátur í øllum starvsfólkabólkum uttan tannarøktarum og í ein ávísan mun ljósmøðrum. Serliga eru vit lutfalsliga langt undir norðurlendskt miðal, tá talan er um fysioterapeutar, ergoterapeutar og heilsurøktarar, meðan vit eru eitt vet undir støði, tá vit samanbera til dømis sjúkrarøktarfrøðingar og sálarfrøðingar í starvi. Hesi tøl styrkja metingina omanfyri, at vit í Føroyum brúka lutfalsliga minni pening uppá heilsuverkið í sínari heild enn grannalond okkara. Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at tá vit samanbera tær samlaðu heilsuútreiðslurnar liggja í Føroyar í botninum av teimum norðurlendsku londunum og á sama støði sum miðaltalið fyri OECD. Samanbera vit sjúkrahúsútreiðslurnar í Føroyum fyri hvønn íbúgva liggja vit hægri enn onnur Norðurlond og eru tískil eisini væl omanfyri OECD londini. 7.2 Raðfesting í sjúkrahúsverkinum Tað er ikki bara ein føroyskur trupulleiki, men ein gjøgnumgangandi trupulleiki í øllum londum er, at tað er ein gjógv, sum ikki slepst undan, millum tøkan pening og tørvin á heilsutænastum. Alt annað líka verður gjógvin størri framyvir, orsakað av demografisku broytingum og serliga tøkniligu menningini t.d. nýggjur og dýrur heilivágur. At tað áhaldandi er ein tøknilig menning, sum førir fleiri viðgerðarmøguleikar við sær er gleðiligt, men hevur samstundis við sær eina avbjóðing og ein tørv at raðfesta so rætt og so rættvíst sum møguligt. 65 7.2.1 Sjúkrahúsheilivágur og medisinsk-tøknilig útgerð Síðstu árini er nógvur nýggjur, effektivur og dýrur heilivágur komin fram til at viðgera millum annað krabbamein, sclerosu og hepatitis. Annar dýrur heilivágur er eisini ávegis. Sum sæst á myndini niðanfyri, er vøksturin í útreiðslunum til serligan sjúkrahúsheilivág vaksin ógvusliga seinnu árini. í 2015 varð keypt fyri umleið 42 mió. kr. sum er ein trífalding av útreiðslunum í mun til ár 2000. í 2016 eru 50 mió. kr. settar av, og tað er næstan ein ferfalding av útreiðslunum uppá 16 ár. 60.000 50.000 40.000 30.000 20.000 10.000 41.501 36.586 50.025 42.188 Serstakur sjúkrahúsheilivágur (í 1.000 kr.) 35.930 33.199 13000 0 2000 21733 17373 2007 2008 26300 23033 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 B2016 Mynd: 7.5 Kelda: Búskaparskipan landsins Rákið við størri heilivágsútreiðslum er eisini kent uttanlands, og bæði í Stórabretlandi og Noregi eru politikararnir og myndugleikarnir farnir til verka og hava skipað serligar stovnar, sum hava til uppgávu at raðfesta og síðani góðkenna nýggjar viðgerðarhættir. í báðum londum eru dømi um nýggjan dýran heilivág, sum ikki longur verður nýttur. Raðfestingin er m.a. galdandi fyri dýran krabbameinsheilivág, sum bara leingir heilt stutt um lívið, og tí ikki verður keyptur longur. Skipanin í Noregi hevur virkað í umleið trý ár og hon hevur ikki bara spart almenna sektorinum útreiðslur til nøkur sløg av dýrum heilivági, men hevur eisini verið til at annar heilivágur er vorðin bíligari. Fleiri sløg av nýggjum heilivági (serliga móti krabbameini, gikt og sclerosu) kundu í 2014 keypast fyri ein prís, sum var 22 % lægri í Noregi, enn í Danmark29. Royndirnar úr bæði Stórabretlandi og Noregi eru, at fleiri heilivágsframleiðarar bjóða sín heilivág fyri ein lægri prís av ótta fyri at verða vrakaðir. Føroyar hevur søguliga keypt meginpartin av heilivági gjøgnum Danmark. í hesum samanhangi hevur Apoteksverkið gjørt eina avtalu við Amgros30 um at keypa allan sjúkrahúsheilivág gjøgnum Amgros. í Danmark er kjakið um raðfestingar í heilsuverkinum vaksið síðsta árið. Tað eru serliga regiónirnar, sum eiga sjúkrahúsini og hava ábyrgd av rakstrinum, sum hava sett fram ynski um ein nýggjan 29 http://www.regioner.dk/aktuelt/nyheder/2015/april/fremskrivning+medicin- udgifter+vil+%C3%A6de+budgetterne+i+2020 30 Amgros er ein politiskt stýrdur felagsskapur, sum økini eiga. Høvuðusuppgávan hjá Amgros er at tryggja, at almennu sjúkrahúsini í Danmark altíð hava neyðuga heilivágin tøkan - og at hann altíð er keyptur fyri ein góðan prís. Henda uppgávan verður loyst við útboði og stórinnkeypi. 66 raðfestingarleist m.a. í samband við at keypa dýran sjúkrahúsheilivág. Fyri stuttum hevur politiska skipanin í Danmark tikið avgerð um at seta eitt heilivágsráð á stovn frá 1. januar 2017, sum skal meta um effektina hjá nýggjum heilivági í mun til prís. Málið er at metingin skal tryggja regiónunum eitt betri samráðingar- og útbjóðingargrundarlag og harvið lægri prísir á sjúkrahúsheilivági. Endamálið við danska heilivágsráðnum er hetta:  Heilivágsráðið tryggjar at nýggjur sjúkrahúsheilivágur verður tikin í nýtslu skjótt og á sama hátt tvørtur um sjúkrahús og regiónir  Heilivágsráðið setur størri krøv til skjalprógv um, at nýggjur og verandi heilivágur, bæði í primera og sekundera geiranum, eru til gagns fyri sjúklingarnar  Heilivágsráðið tryggjar eitt sterkari grundarlag fyri príssamráðingum og útboði hjá Amgros Leisturin líkist nógv tí norska leistinum31, men munurin er, at norski leisturin er breiðari, við tað at hann, umframt heilivág, eisini umfatar metingar av medisinsk-tøkniligari útgerð, medisinskar og skurðmannagongdir og diagnostiskar kanningar. Heilivágsráðið skal út frá einari meting um, í hvønn mun heilivágurin er lívsleingjandi, hevur færri hjáárin og gevur økta lívsgóðsku, flokka heilivágin í ein av seks flokkum, samanborið við verandi standardviðgerð. Flokkingin hevur týdning fyri príssamráðingarnar við heilivágsfyritøkurnar. Tess hægri flokking, tess meir vilja regiónirnar rinda fyri nýggja heilivágin. Umframt fakligu flokkingina hjá Heilivágsráðnum av tí nýggja heilivágnum, fyrireikar Amgros eina heilsubúskaparliga greining, sum er bygd á fakligu flokkingina og avleidda kostnaðin av heilivágnum. Endamálið við heilsubúskaparligu greiningini er at meta um og rokna út, hvat prísspennið kann góðtakast í príssamráðingunum við fyritøkuna. Við útgangsstøði í heilsubúskaparligu greiningini og flokkingini hjá Heilivágsráðnum av heilivágnum, fer Amgros í príssamráðingar við heilivágsfyritøkuna. Um samráddi prísurin er lægri ella líka sum tað roknaða prísspennið sendir Heilivágsráðið eitt viðmæli til regiónirnar um, at heilivágurin skal bjóðast sum standardviðgerð. í teimum dømum, har samráddi prísurin er hægri enn ásetta prísspennið, kunnar Amgros Heilivágsráðið um hetta. Við støði í tí, boðar Heilivágsráðið frá, at heilivágurin ikki kann viðmælast til nýtslu sum standardviðgerð. Fyritøkur hava altíð møguleika til at bjóða ein nýggjan prís, ella senda nýggj skjalprógv. Heilivágsráðið skal eisini meta um nýggjan og verandi heilivág í mun til, hvussu ymiskur heilivágur á sama viðgerðarøki skal setast í eina viðgerðarvegleiðing. Roknað verður við at tað kann taka tríggjar mánaðir at meta um nýggjan heilivág. Av tí at Føroyar hava eina avtalu við Amgros, fær tað týdning fyri prísirnar, sum Føroyar keypa sjúkrahúsheilivág fyri, tá heilivágsráðið verður sett á stovn. 31 Leisturin í Noregi eitur Nasjonalt system for innføring av nye metoder i spesialisthelsetjenesten - www.nyemetoder.no Landsstýrismaðurin setti í 2011 eitt føroyskt heilivágsráð, sum hevur til uppgávu at ráðgeva landsstýrismanninum og áseta leiðreglur um nýtsluna av dýrum sjúkrahúsheilivági. Harumframt skal ráðið hava eftirlit við nýtsluni av dýrum sjúkrahúsheilivági. Eingin orka er til at gera ein raðfestingarleist í Føroyum, har t.d. heilsubúskaparligar greiningar verða gjørdar av heilivági. 67 Føroyska heilivágsráðið eigur at fara undir eitt samstarv við tað danska, sum er undir stovnseting, soleiðis at sami heilivágur verður brúktur í standardviðgerð í báðum londum frá 2017. Samstarv við danska heilivágsráðið. Mælt verður til, at føroyska heilivágsráðið byrjar eitt samstarv við danska heilivágsráðið, sum er undir stovnseting soleiðis, at sami heilivágur verður brúktur í standardviðgerð í báðum londum frá 2017. Harumframt er tørvur á at raðfesta og gera heilsubúskaparligar greiningar av allari viðkomandi heilsutøkni, t.v.s. ikki bara heilivági. Seinastu árini hevur tað verið trot á samskipaðum avgerðum um innkeyp og nýtslu av medisinskari tøkniligari útgerð. Tað hevur verið trot á yvirskipaðari stýring á hesum økinum og tí hevur eingin tryggjað, at útgerðin verður nýtt til fulnar. Tí eigur eitt heilsutøkniligt ráð at verða sett á stovn í Føroyum, sum ger tilmæli til landsstýrismannin um nýtslu av medisinsk-tøkniligari útgerð og medisinskum og skurðmannagongdum og diagnostiskum hættum. Ráðið eigur at taka støði í metingunum, sum verða gjørdar av Nasjonalt system for innføring av nye metoder i spesialisthelsetjenesten í Noregi. Stovnsetan av heilsutøkniligum ráðið. Mælt verður til, at eitt heilsutøkniligt ráð verður sett á stovn í Føroyum, sum ger tilmæli til landsstýrismannin um nýtslu av medisinsk-tøkniligari útgerð. Ráðið eigur at taka støði í metingunum, sum verða gjørdar av Nasjonalt system for innføring av nye metoder i spesialisthelsetjenesten í Noregi. 7.3 Ein meting av tí fíggjarliga tørvinum Ein meting av fíggjarliga tørvinum hjá føroyska sjúkrahúsverkinum er gjørd. Metingin er grundað á samanberingar av útreiðslunum til heilsu- og sjúkrahúsverk í Føroyum, Norðurlondum og OECD, serlæknamangulin, demografiskar broytingar og tøknologiska menning. í kapittul 1 eru metingar eisini gjørdar av fíggjarliga tørvinum av ávísum tilmælum. 7.3.1 útreiðslustøðið samanborið við Norðurlondini og OECD Sum víst var á omanfyri eru heilsuútreiðslurnar í Føroyum fyri hvønn íbúgva umleið á støði við eitt miðal fyri OECD og í lægra enda samanborið við tey norðurlendsku londini. Samstundis vísti greiningin, at okkara sjúkrahúsútreiðslur eru væl omanfyri OECD og eisini omanfyri hini Norðurlondini. Víst var somuleiðis á, at í Føroyum eru sjúkrahúsútreiðslurnar ein lutfalsliga nógv hægri partur av samlaðu heilsuútreiðslunum enn í hinum londunum. í Føroyum er lutfallið 75-80 prosent samanborið við millum 35 og 45 í okkara grannalondum. Hetta bendir á, at ein partur av teimum uppgávum, sum í øðrum londum hoyra til dømis primera geiranum til, í Føroyum verða loystar á sjúkrahúsinum. Hinvegin kann hetta eisini vera ein ábending um, at útreiðslurnar til sjúkrahús í Føroyum í roynd og veru eru hægri enn í øðrum londum. Ein lutfalsliga stórur partur av útreiðslunum fara til viðgerðir uttanlands, sum hevur við sær kostnað í mun til ferðing og uppihald, umframt tær samfelagsbúskaparligu avleiðingarnar av mistari arbeiðsmegi bæði fyri avvarðandi og sjúkrahúsverkið. Haraftrat starvast fitt av konsulentum á føroysku sjúkrahúsunum serliga orsakað av vantandi serlæknum. 68 Samanborið við Danmark og Svøríki eru samlaðu heilsuútreiðslurnar fyri hvønn íbúgva millum 10.000 og 15.000 krónur hægri enn í Føroyum. Tað merkir, at tær samlaðu útreiðslurnar til heilsuverkið áttu at verið millum 200 og 300 mió. hægri fyri at koma á støði við tær í Danmark og Svøríki. Ganga vit útfrá, at luturin hjá føroyska sjúkrahúsverkinum er út við 80 prosent av samlaðu útreiðslunum, skal sjúkrahúsverkið uppraðfestast við millum 160 og 240 mió. krónur fyri at koma á støði við Danmark og Svøríki, sambært hesi samanbering av útreiðslustøðinum. 7.3.2 Tørvur á fleiri serlæknum í kapittul 4 varð staðfest, at føroyska sjúkrahúsverkið vantar eina røð av fast settum serlæknum, um málið um at kunna bjóða flest allar kanningar og viðgerðir í Føroyum skal røkkast. Somuleiðis varð staðfest, at roknað til fulltíðarstørv starvaðust fleiri enn 15 serlæknakonsulentar í føroyska sjúkrahúsverkinum. Hetta er ein neyðug fyribils loysn til tess at tryggja tænasturnar í Føroyum, men neyvan ein burðardygg loysn í longdini. Haraftrat er hendan loysnin eitt dýrari millum 15 og 20 prosent enn at seta serlækna í fast starv og fyri sjúklingin ein verri loysn. Við tí í huga, at ein partur av teimum ósettu størvunum eru fíggjað innan verandi játtan, verður mett, at tørvur er á einari meirjáttan til áleið 15 serlæknar við hjálparfólki. Hetta svarar til ein tørv á umleið 20 mió. krónur. Samanborið við grannar okkara tikist verða greitt at neyðugt verður við munandi uppraðfesting innan fleiri aðrar fakbólkar í heilsuverkinum. í hesum arbeiðinum hava vit ikki gjølla greinað, hvør veruligi tørvurin er innan ymsu fakbólkarnar, men greitt er, at til dømis endurvenjing ikki er raðfest øki í føroyska sjúkrahúsverkinum. Eisini eru greiðar ábendingar um, at aðrir starvsbólkar eitt nú sálarfrøðingar ikki verða nýttir í sama mun í sjúkrahúsverkinum, sum í Danmark. Eitt tilmæli í Menningarætlanini er, at gjørd verður ein skipa gjøgnumgongd av møguleikunum fyri uppgávuflyting í millum fakbólkar. Ein slík greining kann eisini vísa á tørvin til eina aðra og betri samanseting av heilsustarvsfólkunum á sjúkrahúsunum. 7.3.3 Demografisku broytingarnar í metingini av tørvinum fyri fígging , sum bert bygdi á fólkaframskrivingina hjá Hagstovuni, varð greitt frá, at útreiðslurnar helst fóru at økjast við minst 120 mió. krónum fram ímóti 2040, svarandi til einar 5 mió. krónur árliga. Hendan metingin byggir sum sagt einsamalt á tær demografisku broytingarnar við støði í núverandi játtan. Tað merkir at økingin í útreiðslum er til sama virksemi og tænastur sum sjúkrahúsini veita í dag. 7.3.4 Medisinska menningin Onnur viðurskifti hava stóra ávirkan á fíggjarliga tørvin í framtíðini. Eitt nú tann medisinska menningin við alt fleiri viðgerðarmøguleikum og nýggjum og betri heilivági, tólum og viðgerðarhættum. Tað er so at siga ógjørligt at meta um hvussu nógv hendan menningin kemur at kosta. Men ein meting, sum byggir á prísvøksturin annars í samfelagnum og við atliti til, at talan er um hátøkniliga menning, er rímiligt at halda, at útreiðslurnar í mun til medisinsku menningina liggja um 1 til 2 prosent um árið av teimum samalaðu útreiðslunum til sjúkrahúsverkið. Tað svarar til eina øking á millum 8 og 16 mió. árliga. Ein partur av nýggju viðgerðarhættunum fer tó at koma ístaðin fyri verandi viðgerðir og við hesum í huga kann roknast við, at vøksturin verður á eitt stað ímillum 6 og 12 mió. krónur árliga. 7.3.5 Niðurstøðan fíggjarligar metingar Alt í alt er niðurstøðan, at tann fíggjarligi tørvurin fer at vaksa komandi árini. Hetta er sama mynstur, sum vit síggja í okkara grannalondum. Vavið av útreiðsluvøkstrinum valdast politisku raðfestingarnar. Men tað kemst ikki uttanum at eftirspurningurin fer at vaksa og hyggja vit eftir teimum demografisku 69 broytingunum og medisinsku menningini, so merkja bara hesar rembingar ein øktan tørv á fígging á 11 til 17 mió. krónur um árið hvørt ár fram ímóti 2040. Viðgerðarmøguleikarnir gerast betur og fleiri, samstundis sum borgarin eisini gerst meira tilvitaðum um møguleikar fyri viðgerðum. Hetta setur stór krøv til alt heilsuverkið. Politisku avbjóðingarnar og ikki minst politiska ábyrgdin er at síggja til at tilfeingi verður gagnnýtt á besta hátt. 70 Fylgiskjal A Serlæknamanning juni 2016 71 72 Fylgiskjal B Lægeprognose 2015-2040 73 74