Inngangur Eitt strategiarbeiði fyri Náttúruvísindadeildina (NVD) fór í gongd í januar 2007. Øll starvsfólk luttóku í arbeiðnum. Eisini vórðu aðrir stovnar og fyritøkur við í arbeiðnum. Strategiarbeiðið helt fram á heysti 2009 eftir áheitan frá stýrinum fyri Fróðskaparsetrið. úrslitið higartil er, at tríggjar nýggjar bachelor útbúgvingar eru skipaðar og bjóðaðar út fyrstu ferð í 2008. Aðrar útbúgvingar eru lagdar til viks. Evaluering av útbúgvingunum er í gongd, og tillagingar verða gjørdar áðrenn tær byrja í 2010. Umframt bachelor útbúgvingarnar er ein master útbúgving í Leitingarjarðalisfrøði (Exploration Geophysics) í gongd. NVD er partur 'The Joint Nordic Master's Programme in Marine Ecosystems and Climate'. Studentar eru eisini í PhD-útbúgving á NVD. Ein ætlan fyri at styrkja vísindastarvsliðið varð gjørd í 2007, og fyrstu stigini vórðu gjøgnumførd í 2008. Hetta hevur styrkt støðuna hjá NVD við atliti at gransking og hægri útbúgvingum. Men vegna fíggjarkreppuna hevur ikki borið til at framt ætlanina frá 2007. Ein SWOT analysa fyri NVD er viðløgd í fylgiskjali 1. Fylgiskjal 2 vísir uppskot til fyribilsloysn av hølistørvinum hjá NVD. í fylgiskjali 3 eru einstakar útgreiningar. Visión fyri NVD NVD skal vera ein sterkur og sjónligur vitanardepil í samfelagnum, og vera eitt tillokkandi studenta- og granskingarumhvørvi bæði fyri føroyingar og útlendingar við góðum menningarmøguleikum og trivnaði fyri øll á megindeildini vera eitt høgt mett umhvørvi at fáa akademiska arbeiðskraft frá veita útbúgving til øll akademisk stig í fakøkjum, ið hava týdning fyri m.a. føroyska samfelagið NVD-granskarar skulu hava best møguligar granskingarumstøður vera við í alsamt fleiri og mennandi granskaranetverkum vera enn meiri sjónligir millum altjóða granskarar Missión fyri NVD NVD stílar fyri náttúruvísindaligum og tøknifrøðiligum universitetsútbúgvingum á altjóða stigi við rótfesti í Føroyum NVD fremur gransking á altjóða stigi í náttúruvísindaligum, støddfrøðiligum og tøknifrøðiligum evnum NVD veitir væl útbúgvið fólk til vinnulív, lærustovnar og samfelagið annars NVD samstarvar um gransking og hægri útbúgving við onnur universitet, granskingarstovnar og fyritøkur bæði í Føroyum og uttanlands útbúgving NVD bjóðar út útbúgvingar á øllum akademiskum stigum. útbúgvingarnar eru skipaðar eftir Bologna leistinum. Higartil er mest dentur lagdur á bachelor útbúgvingar. í løtuni eru tær í KT-verkfrøði, lívfrøði og í Jarð- og havfrøði. útbúgvingar eru viðvirkandi til at kjølfesta áhugan hjá unga ættarliðnum fyri eini starvsleið í Føroyum. NVD má fáa tilfeingi til at bjóða útbúgvingar til MSc og PhD. Tað má bera til at taka masterútbúgving oman á bachelorútbúgvingarnar á NVD. 1 Lestrarbygnaður útbúgvingar eru lýstar á www.setur.fo. Tær eru síðan 2008 skipaðar eftir felags leisti við tveimum blokkum á 7 vikur undirvísing pr semestur við tveimum 7.5 ECTS skeiðum pr blokk. Skipanin letur upp fyri tvørgangandi skeiðum, tvs. nøkur skeið kunnu vera á fleiri útbúgvingum. Við hesi skipanini verða lærarar á skeiðum ikki bundnir at undirvísing í eitt heilt semestur í senn. Fyri studentarnar hevur skipanin við sær, at teir kunnu halda betur fakligt fokus enn fyrr, tá 5-6 skeið vóru í senn á útbúgvingunum í eitt fult semestur. Framtíðarmál Studentar skulu takast inn hvørt ár. Hetta er neyðugt fyri at klára seg í kappingini við øll heimsins universitet um studentar. Hetta mennir studentaumhvørvið og skapar grundarlag fyri størri fjølbroytni í útbúgvingum, t.d. so studentar í størri mun kunnu velja skeið tvørtur um útbúgvingarmark. Um 5 ár eiga 60-80 studentar at vera innskrivaðir til bachelor útbúgvingar á NVD. Um 5 ár skulu møguleikar vera fyri at taka masterútbúgving í KT, jarðvísindum og lívfrøði. Studentagrundarlagið verður mest frá lidnum bachelorum frá NVD. útlendskir studentar skulu fáa atgongd til útbúgvingarnar. Um 5 ár eiga 5-10 útlendskir studentar at vera á NVD, sum antin taka fulla útbúgving ella partar av útbúgvingum. PhD útbúgvingar skulu bjóðast út regluliga (rullandi fígging til PhD útbúgvingar). Um 5 ár eiga 8-10 PhD studentar at vera innskrivaðir á NVD. útbúgvingar skipaðar sum partíðarlestur skulu bjóðast út. Serskeið skulu bjóðast út í samstarvi við onnur sum liður í lívslangari læring og eftirútbúgvingum, t.d. fyri lærarar. Trygging av góðsku í útbúgving Skeiðini á útbúgvingunum verða evaluerað við uppgávum, próvtøkum og við próvdómarum frá øðrum universitetum. Evaluerings frymil verður brúktur til at evaluera virkni hjá lærarum og studentum í dagligu undirvísingini. útbúgvingartilboð verða endurskoðað og dagførd, so tey samsvara við tørv í samfelagnum og áhuga hjá lesandi. Gransking NVD raðfestir gransking innan havfrøði, fastjarðar alisfrøði, lívfrøði, evnafrøði, lívtøkni, umhvørvi, kunningartøkni og viðkomandi grundgransking. Partur av granskingini hevur tilknýti til vinnulívið. Granskingarøkini eru vald, tí tey hava týdning fyri føroyska samfelagið, vinnulívið og tí tey eru áhugaverd í altjóða vísindaheiminum. Sí annars www.nvd.fo. Vísindaligur kjarni NVD miðar eftir at fáa størri leiklut í bæði føroyskari og altjóða gransking. Fyri at røkka hesum endamáli má vísindaligi kjarnin styrkjast. í hesum sambandi er avgerandi, at hóskandi peningur verður settur av til luttøku á ráðstevnum og fundum. Ein sterkari vísindaligur kjarni styrkir grundarlagið fyri útvegan av eksternari játtan til gransking. Ein sterkari vísindaligur kjarni er eisini ein fortreyt fyri at kunna taka upp studentar hvørt ár. PhD og post.doc. PhD og post.doc. gransking skal styrkja granskingina á NVD, eins og granskingarførleikan sum heild í Føroyum. Kontinuitetur í granskingini eigur at tryggjast við m.a. "rullandi" fígging til PhD- og post.doc. verkætlanir. PhD og post.doc. gransking er týðandi liður í rekruttering av vísindafólki til NVD og samfelagið sum heild. Styrking av starvsliðnum Talvan niðanfyri vísir menningarætlanina fyri starvsliðið á NVD komandi 3 árini. Við upptøku hvørt ár skulu 9 bachelor hold hava undirvísing í senn frá 2013 at rokna. Hetta svarar til 9x30 = 270 ECTS hvørja lestrarhálvu. 2 Talva 1. Styrking av starvsliðnum og tal av PhD studentum á NVD komandi 3 árini. Evnisøki Aftrat í 2011 Aftrat í 2012 Aftrat í 2013 Kunningartøkni 2 lektarar, 1 PhD 2 lektarar, 1 PhD 1 PhD Jarð- og havfrøði 1 lektari 1 lektari, 1 PhD 1 PhD Lívfrøði 1 lektari 1 lektari, 1 PhD 1 PhD Støddfrøði 1 lektari (*) KT-rakstur 1 tøknifólk (**) Starvstovan 1 laborant (*): Samsettur við Læraraskúlan - við sergrein í støddfrøði og didaktikki. Hesin aftrat núverandi lærarakreftunum í støddfrøði og hagfrøði á Fróðskaparsetrinum (sí eisini fylgiskjal 3E). (**): Samsett við KT-tænastuna á Fróðskaparsetrinum, so helvtin av arbeiðstíðini verður sett av til rakstur og umsiting av sertørvi (m.a. Linux førleika) hjá NVD (sí eisini fylgiskjal 3B). Roknikraft og tøknifólk Til tess at menna granskingina innan havfrøði og jarðalisfrøði er heilt avgerandi, at tørvurin á telduútgerð við stórari roknikraft og stórum diskplássi verður nøktaður, og at eitt væl skikkað KT-fólk við m.a. Linux/Unix førleikum verður knýtt at hesum, so raksturin av útgerðini verður tryggjaður. Hendan útgerð og hesin KT- førleikin hevur víst seg at vera týdningarmikil liður í eginfíggingini í umsóknum eftir eksternum játtanum til verkætlanir innan m.a. havfrøði og jarðalisfrøði. Tørvur er eisini á, at studentar hava atgongd til roknikraft í teirra útbúgving á NVD (Sí eisini fylgiskjal 3A og 3B). Starvsstova og laborantar átrokandi tørvur er á meiri starvstovuplássi og starvsstovutólum bæði til verandi og ikki minst ætlaðum virksemi á NVD. Tað er umráðandi, at studentar fáa atgongd til nútímans tól, og at tól verða fingin til at fremja starvstovukrevjandi gransking við, m.a. innan mýlska lívfrøði og evnafrøði. Til tess at tryggja raksturin av starvsstovuni og tólunum í henni er neyðugt at fáa í minsta lagi ein laborant aftrat í starv. (Sí fylgiskjal 2 og 3C). Hølisumstøður Varandi loysnin á hølistørvinum hjá Fróðskaparsetrinum er ein Campus-loysn. Men um strategiætlanin fyri NVD skal fremjast, er tað ein heilt avgerandi fortreyt, at fleiri høli innan stutta tíð verða til undirvísing, starvsstovu, arbeiðsrúm til studentar, skrivstovur og til goymslur. Ein skjót fyribilsloysn á hølistørvinum hjá NVD fyrstkomandi árini kann fremjast eftir leistinum fyri skúlar ("byngju-loysn") hjá Tórhavnar kommunu og hjá Føroya Studentaskúla. Loysnin er mett at kosta umleið 14.000.000 kr, og hon kann fremjast í stigum (sí fylgiskjal 2). Tað ber eisini til at leiga "byngjurnar". Kostnaðurin fyri leigumál er ikki kannaður. Altjóðagerð NVD leggur dent á at skapa eitt altjóða granskingar- og útbúgvingarumhvørvi, m.a. við samstarvi við onnur universitet um lærarakreftir og útbúgvingar. Eins og útlendskir studentar skulu fáa atgongd til útbúgvingar og skeið her, skulu NVD-studentar sum part av sínum lestri fáa atgongd til skeið á útlendskum universitetum. Føroyar eiga at miða eftir at bjóða líka nógvum útlendingum til Føroya at lesa, sum tað fara føroyingar uttanlands at lesa. Tað er heilt avgerandi í hesum høpi at miða eftir, at íbúðartørvurin hjá studentum verður loystur við einum "kollegium", ið bæði rúmar føroyskum og útlendskum studentum. Alumni Fróðskaparsetrið eigur at stíla fyri at fáa alumnevirksemi í lag, har studentar og fyrrverandi studentar á Fróðskaparsetrinum kunnu koma í samband við hvønn annan. Hetta kann verða skipað sum eitt "felag", sum m.a. er virkið í einum elektroniskum forum. Felagið kann m.a. stuðla undir menning av netverkum av ymiskum slagi við tilknýti til Fróðskaparsetrið. 3 FYLGISKJAL 3 C 3 Universitetsgransking; Hóraldur Joensen Universitetsgransking og fíggjarlig framgongd Øll lond kring okkum hava langt síðani ásannað týdningin av at hava vælskipað og virkin universitet. Framkomnar búskaparfrøðiligar greiningar hava týðuliga víst eitt greitt positivt samband millum tjóðskaparliga universitetsgransking og fíggjarliga framgongd. Universitetsgransking økir um kappingarføri við miðvísari og áhaldandi kunnleika- framleiðslu, kunnleikaflutningi frá einum virkisøki til annað, eins og nýskapan í ídnaðinum og búskapinum. Høvuðsíkastið frá granskingini er øking av framleiðsluorkuni hjá arbeiðsmegini. Universitetini geva studentunum lærdóm, vitan og granskingar- førleika. Eftir lokið universitetsprógv gerast kandidatarnir høvuðskeldan til nýhugsan og nýskapan í feløgunum, teir arbeiða hjá. Universitetsgransking mennir eisini nýggjar náttúruvísindaligar greinar, nýggja tøkni og fremur process-batar. Hugaúrdráttir, sum virki kunnu ogna sær við sáttmálum, ráðgeving og við at gagnnýta úrslit úr vísindaligum greinum. Við hesari mentalu barlast kunnu virki og smiðjur av ymsum slag so økja um fæfeingisframleiðsluna (kapital produktivitetin) og skapa nýggj produktir, processir og tænastur, sum aftur geva nýggj arbeiðspláss, útflutning og ávinning (profitt). Umframt mátiliga gagnið á búskapin, so vísa kanningar, at universitetsgransking fremur socialar og fíggjarligar batar hjá øllum landsins tegnum. Framin sæst aftur á heilsuøkinum, sociala økinum, skúlaskipanini, rættarskipanini og hópin av øðrum økjum. Stutt sagt, universitetsgransking hækkar lívsdygdina hjá fólki. ótroytt evnafrøðilig granskingarøki Dømi um møgulig granskingarøki, sum beinleiðis hava tilknýti við høvuðsvinnuna her á landi, eru lipidir í fiskagøgnum, flaki og skræðu, fiskaenzymir, fiskaprotein, protein- hydrolysat, mikro- og nano-hylkt bioaktiv fiskapeptid, fiskacollagen, fiskagelatin (skræðu- og beingelatin), lívvirkisfrøðilig evni í fiskarognum og fiskasili, hávaúrdráttir, rækjuúrdráttir (chitin, chitosan), krabbaúrdráttir, heilsugagnligir taraúrdráttir, funkuføði (functional food), nutraceuticals, heiliráðskostur (medical food) og føðslurelateraðar medicinskar verkætlanir. Hóast høvuðsframleiðslan her á landi er matframleiðsla, so er mestsum øskukalt á hesum granskingarøkjum, vegna tvørrandi fígging. FYLGISKJAL 3 D 1 Støddfrøði; Gunnar Restorff og Petur Zachariassen Niðanfyri brúka vit støddfrøði í tí breiða týdninginum "De Matematiske Fag" sum m.a. inniheldur hagfrøði. Hví skal Setrið satsa upp á støddfrøðí á Náttúruvísindadeildini ber ikki til at lesa reina støddfrøði, og tó er hetta eitt tað størsta fakið, sum er. á stødd-/alisfrøðilinjuni vóru 7 av teimum 20 fakunum á støðisútbúgvingini støddfrøðilig fak, og á lívfrøðilinjuni var talið 3. Aftaná at útbúgvingarnar eru umskipaðar er talið lækkað nakað, men tað er tó enn ein týðandi partur av støðinum undir útbúgvingini. Tey bæði størstu fakini í føroyska skúlanum - heilt frá barnaskúla og upp í miðnámsskúla - eru støddfrøði og føroyskt. Tí er sera umráðandi fyri undirvísingarumhvørvið í Føroyum, at vit hava ein ávísan serkunnleika á økinum - bæði fakliga og fak-didaktiskt. Harumframt er støddfrøði ein týdningarmikil partur av so nógvum øðrum økjum - í samfelagskjakinum, í vinnulívinum, í øðrum útbúgvingum o.s.fr. Hvør er støðan í løtuni á Náttúruvísindadeildini eru Gunnar Restorff og Petur Zachariassen settir sum lektarar í støddfrøði, tó hevur Petur Zachariassen sergrein í hagfrøði. á Læraraskúlanum er Kurt Madsen settur at taka sær av støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði. Her er tað klárt at støddfrøði - sum eitt tað størsta fakið í fólkaskúlanum - eisini er tað domenerandi. Kurt Madsen er upprunaliga verkfrøðingur í elektrofysik, og hevur eisini drúgvar royndir í teldufrøði. Av hesum trimum er tað bert Gunnar, ið hevur ph.d.-útbúgving. Kurt og Petur eru í 60-unum meðan Gunnar er í 30-unum, og tí er tað í tøkum tíma at byrja at rekrutera nýtt fólk til hetta økið - serliga tá hugsað verður um, at einasti annar føroyingur við ph.d. í støddfrøði, sum vit vita um, er Bergfinnur Durhuus, ið er professari við Københavns Universitet. Tilráðing Vit halda, at eitt føroyskt universitet í minsta lagi eigur at hava fýra vísindastarvsfólk í høvuðsøkinum støddfrøði. Ein við sergrein í støddfrøði og didaktikki, ein sum er hagfrøðingur, umframt tveir við sergrein í reinari støddfrøði. Gunnar granskar, sum er, í operatoralgebra. Vit meta ikki, at tað er so týdningarmikið, hvørjar sergreinirnar eru hjá støddfrøðingunum (um hugsað verður um, hvussu avmarkað hetta tilfeingið er, so er eisini ivasamt, um vit kunnu loyva okkum tað). - Tó hevði tað verið ein fyrimunur, um granskingarøkið hjá einum øðrum støddfrøðingi antin liggur uppat granskingarøkinum hjá Gunnari ella liggur upp at øðrum granskingarøkjum, sum eru í Føroyum (numerikkur, modellering, ...). Tankin er so, at didaktiski støddfrøðingur kann hava fakligt toymi saman við hinum trimum, meðan hann hevur didaktiskt toymi saman við øðrum, ið eru sett á Læraraskúlanum. Uppgávur Høvuðsuppgávurnar hjá viðkomandi støddfrøðingum á Setrinum skulu sjálvandi vera at granska í teirra granskingarøkjum og standa fyri allari undirvísing í støddfrøði á útbúgvingum hjá Setrinum FYLGISKJAL 3 E 1 (p.t. KT-verkfrøði, jarð- og havfrøði, lívfrøði, lærara). Nú Setrið hevur yvirtikið økið eftirútbúgving, er nátúrligt, at hesi fólkini eisini skipa fyri eftirútbúgvingarskeiðum fyri t.d. fólkaskúlalærarar. Eisini kundi ein uppstiging til bachelor av eldri lærarum komið upp á tal. á miðnámsútbúgvingunum kring landið er tíverri ógvuliga vanligt, at fólk verða sett at undirvísa í støddfrøði uttan at hava lisið støddfrøði. Tey hava bert havt støddfrøði sum stuðulsfak. Hesi fólkini hava ikki lært "matematikkens sande natur", sum summi siga. At nakrir slíkir lærarar eru, bilar nokk ikki tað stóra og slepst nokk aldrin undan. Men nú er tað eftirhondini ein ógvuliga stórur partur - og harafturat hava summi fingið fast starv. Vansin er tá, at ikki onnur við tí breiða førleikanum eru at vegleiða og geva ráð. Harumframt verður støddfrøði vanliga deilt sundur í fleiri høvuðsøki: Analysa, Algebra, Geometri, Matematikkens grundlag, Matematikkens historie, Statistik o.s.fr. Trupulleikin er, at flestøll av teimum uttan matematiska útbúgving hava bara fingið undirvísing í analysu, og tí vera hini fakøkini púra útihýst. Tí mæla vit til, at MMR ella rektararnir á miðnámsútbúgvingunum seta sum krav, at tey, sum vera sett uttan fakligu førleikarnar, skulu uppstigast, so tey hava tað, sum svarar til minstukrøvini í t.d. Danmark. Setrið kundi tá staðið fyri hesum og gjørt individuellar ætlanir fyri hvønn lærara við støði í hansara útbúgving. Aðrar viðkomandi uppgávur umfata: ráðgeving/luttøka í sambandi við undirvísingatilfar, luttøka í sambandi við lesiætlanir og umskipingar av skúlaøkinum, vegleiðing í sambandi við seruppgávur og temaundirvísing, spurningar frá samfelagnum, vinnulívinum og øðrum granskarum. FYLGISKJAL 3 E 2 FYLGISKJAL 3 F 1 Viðvíkjandi strategi fyri Fróðskaparsetrið; Hannes Gislason FYLGISKJAL 3 G Visiónin skal vera stuttorðað og felags fyri alt universitetið, og deildirnar hava missiónir fyri at røkka felags endamálinum. Visión/endamál stovnsins tey komandi 5 árini ? er at skapa fólkavøkstur í Føroyum. Missión ?  at veita universitetsútbúgvingar, sum skapa gott grundarlag fyri øktum trivnaði, einum fjølltáttaðum vinnulívi og einum fólkaligum vøkstri í landinum ?  økja um útbúgvingartilboðini og samstarvið við útlendsk universitet ?  at veita vælútbúgvið fólk til vinnulívið og almennar stovnar ?  at skapa eitt fjølltáttað og spennandi granskingarumhvørvi í Føroyum ?  at stuðla uppundir vinnuliga nýskapan og luttaka í vinnugransking ?  at fremja bæði grund- og nyttugransking innan raðfest granskingarøkir ?  at luttaka og samstarva í altjóða granskingarverkætlanum ?  at virka fyri útveksling av studentum og granskarum Navn og logo fyri Fróðskaparsetur Føroya útlendska heitið: "University of the Faroe Islands", verður føroyskað til: "Universitetið í Føroyum", sum nýtt navn ella hjánavn. Nýtt tíðaróheft logo eigur ikki at ímynda nú samanløgdu stovnarnar. "Fróðskaparsetur" er "rótføroyskt" passivt navn um vitan og staðseting. Navnið er lítið brúkt. Tey flestu lesandi siga, at tey lesa "á setrinum" ella "á universitetinum í ..." (føroysk lesandi uttanlands). Við navnaskifti (hjánavni) vildi at lesa/granska "á setrinum" broytt seg til "á universitetinum". Hetta vildi givið eina javnseting ímillum gransking/útbúgving í Føroyum og uttanlands. Ein eyka fyrimunur er, at navnaskiftið boðar frá einum nýggjum samanlagdum stovni. Nýtt logo kann ímynda útbúgving og gransking. Náttúruvísindadeildin skiftir navn til: NVD - deildin fyri náttúruvísindi og verkfrøði. Hølisviðurskifti, studentaíbúðir og umsitingarligar skipanir Ætlan fyri bygging av nýggjum universiteti og studentaíbúðum. Arbeiðið við eini byggiætlan má byrja skjótast gjørligt. Hetta er tann mest týðandi fortreytin fyri einum vælvirkandi universiteti í Føroyum. Universitetið er lítið sjónligt í føroyska samfelagnum m.a. tí tað ikki hevur bygningar, sum eru bygdir til endamálið, og sum sjónliga markera at teir eru til. Tað líkist ikki universitetum uttanlands í hølisviðurskiftum, granskingar- og studentaumhvørvi. Tey fáu starvsfólkini og lesandi eru spjadd um nógvar bygningar og deildir uttan nakran savnandi miðdepil, so sum felags kantinu, góð og nóg stór fyrilestrahøli, cafe?/telducafe?, teldurúm, rúm til bólkaarbeiði, góða starvsstovu, lesisal v.m. Møguleikarnir fyri at hittast við onnur lesandi sosialt og fakliga eru smáir, og tí kann tað vera minni spenandi at lesa her í kappingini við onnur universitet. Mangulin uppá studentabústaðir (kollegium) til tey lesandi í Føroyum, og fleiri útbúgvingar, ger eisini sítt til at avmarka vøksturin av lesandi. KT- skipanir mangla, sum nøkta tørv brúkarans, starvsfólki, granskarum og teimum lesandi, t.d. er eingin studentaskipan og eingin skeiðsdatabasa sum er atkomulig fyri brúkaran. útbúgvingar og útbúgvingarhagtøl útbúgvingarnar eiga at laga seg til tørvin á útbúnum fólki bæði hjá almennum stovnum og í vinnuni, og eftir áhugamálunum hjá teimum lesandi. Hagtøl eiga at gerast árliga ígjøgnum Hagstovuna, so tað altið finst eitt greitt yvirlit yvir hvørjar útbúgvingar fólk taka bæði innan- og uttanlands. 1 útbúgvingarnar samsvara ikki nóg væl við tørvin í samfelagnum. Tilboð eru, har áhugin er sera avmarkaður. Samstundis eru økir, har bæði áhugi og tørvurin er munandi størri, men har eingi útbúgvingartilboð eru. Hagtøl kunna brúkast til at meta um áhugan fyri útbúgvingunum, tá útbúgvingar skulu setast á stovn ella broytast. Gransking og raðfesting av granskingarøkjum í størri mun enn áður eigur universitetið at leggja seg eftir gransking, sum tørvur er á innan bæði almennar stovnar og í privatu vinnuni, og sum tiltalar áhugan í samfelagnum sum heild. Fróðskaparsetrið er ofta hartað fyri at granska nógv í fortíðini, men lítið í nútíð og framtíð, t.d. nútíðar søgu- og samfelagsfrøði, fiskivinnu/aling, KT o.a. Fróðskaparsetrið er nærmast synonymt við fortíð. Hendan mynd er sjálvskapt og stuðlað av akademiskum útbúgvingum og gransking við ov lítlum nútíðar- og vinnurelevantum innihaldi. í raðfesting av granskingarøkjum má ein betri javnvág vera í lutføllunum fortíð/nútíð/framtíð og grundgransking/vinnugransking. Universitetið skal bjóða fleiri útbúgvingar og meira gransking, sum hava størri almennan áhuga enn áður. Samstarv við onnur universitet Eitt økt samstarv við útlendsk universitet er ein sera týðandi fortreyt fyri menning og altjóðagerð. Okkara universitet hevur ógvuliga trupult við at kappast við útlendsk universitet í útboði av útbúgvingum og gransking. Hinvegin eru serføroysk viðurskifti, sum kunna vera sera áhugaverd at granska í Føroyum, t.d. innan heilsu- og gengransking, aling- og fiskivinnu, orka og klima v.m. Universitet uttanlands vera samanløgd, tí tey vera hildin at vera ov smá. Tað kann tí tykjast sera løgið, at vit samstarva so lítið við onnur universitet, hóast eitt ávíst samstarv fer fram. Veruligt samstarv skal økjast, umframt formellu samstarvini um próvdøming og avtalur um víðari lestur v.m. á summum økjum kann internettøkni gera, at vit kunna bjóða júst somu útbúgvingar í Føroyum umvegis fjarundirvísing, sum uttanlands. Tað er eisini vanligt at studentar flyta ímillum, og taka sína útbúgving á fleiri universitetum, og at granskarar flyta ímillum universitetini. Hesum, eiga vit at gerast partur av. Samstarv við heilsuverk og aðrar stovnar Møguleikar fyri samstarvi innanlands eiga at gagnýtast betur, t.d. samstarv um granskingartól, granskarar og granskingarverkætlanir, útbúgvingarsamstarv. Samstarv innanlands er við ávísar stovnar, ímeðan lítið og einki samstarv er við aðrar stovnar. Innan t.d. heilsu- og gengransking hava vit granskingarmøguleikar, sum eru illa gagnýttir. Granskarar á Fróðskaparsetrinum luttaka bert í avmarkaðan mun innan almenna heilsu- og humana gengransking. Eitt betur samstarv við sjúkrahúsverkið, har granskarar á Fróðskaparsetrinum eisini vóru atknýttir granskarar í sjúkrahúsverkinum - og øvugt - kundi bøtt um hesa støðu. Soleiðis kundi sjúkrahúsverkið og universitetið virkað sum eitt universitetssjúkrahús-umhvørvi við fleiri granskingarverkætlanum og granskarum, og verið eitt spennandi granskingarumhvørvi í Føroyum. Aðrir partar, sum kundu luttikið í hesum samstarvi um granskingartól o.a., eru t.d. ílegusavnið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Fiskaaling, umframt granskarar og stovnar uttanlands. Seinni í hesum skjali havi eg skotið upp at kanna møguleikarnar fyri samstarvi um eina BSc. útbúgving innan medicin (læknafrøði, tannlæknafrøði). Ein annar møguleiki er at samstarva um eina masterútbúgving innan fiskivinnu, aling og biotøkni. Samstarv við vinnuna Samstarv við vinnuna skal økjast bæði innan útbúgving og gransking. FYLGISKJAL 3 G 2 FYLGISKJAL 3 G Ein góður máti at byrja tílík samstarv er við smærri granskingarverkætlanum hjá studentum, sum kanna trupulleikar og menningarmøguleikar í vinnuni. Her eru góðar møguleikar at samstarva við vinnuna. Við tíðini eiga størri verkætlanir at gerast saman við vinnuni. Fróðskaparsetrið hevur ikki í nóg stóran mun raðfest gransking og útbúgving innan vinnugreinar, sum t.d. fiskivinnu og aling, KT-vinnu, heilsu, handils- og tænastuvinnu, byggivinnu, ferðavinnu. Marknaðarføring á hesum øki er Fróðskaparsetur Føroya sera illa fyri, og her kann nógv gerast munandi betur við fáum pengum. Tó er eisini neyðugt at økja um brúk av professionellari marknaðarføring. Nógv kundi verið gjørt betur, t.d. at skelta við høvuðsvegirnar, og at hava skeltir á økjunum hjá stovninum, sum vísa veg ímóti deildunum hjá stovninum. At hava bussteðgipláss, sum bera navn eftir deildum hjá stovninum. Hetta sær man í flest øðrum londum, men ikki í Føroyum. Internetið, sjónvarp og útvarp mugu eisini takast meira í brúk sum lýsingarmiðlar fyri útbúgvingum og gransking á universitetinum. Eitt samarbeiði við eina góða lýsingarstovu og/ella skemtarar, sum t.d. Sjúrður Skaale ella Jákup Weihe, var avgjørt vert at umhugsa. Ein annar møguleiki er at løna freelance journalisti at skriva greinar til bløðini, og at gera samrøður og annað kunningartilfar at leggja á heimasíðuna. Tó skal eisini vera loyvt at desentralisera marknaðarføringina, so fleiri hendur kunna hjálpa til í marknaðarføringini. Altso, bæði/og ístaðin fyri antin/ella. "Markleys útbúgving" má samskipast nógv betur frá okkara síðu til næsta ár. Ein kunningar-rundferð kring alt landið á studentaskúlum v.m. skal gerast 1-2 ferðir pr. ár. Somuleiðis eiga vit at bjóða áhugaðum lesandi at vitja okkum, halda regluligar tíðindafundir, skriva tíðindaskriv, og sum heild gera meira burturúr at kunna um útbúgvingar og gransking okkara. Ynskiligt er framyvir at marknaðarføringin av útbúgvingum verður betur kunnað starvsfólkunum í nóg góðari tíð áðrenn hon kemur út, t.d. í telduposti til øll starvsfólk við lýsingini og tilhoyrandi tilfari, umframt dato fyri nær lýsingin skal koma út. í minsta lagi áttu dagfestingar fyri slíkum lýsingarátøkum at verið kunnaði starvsfólkunum. Nakað av generellum tilfari eigur altíð at vera tókt, so sum bannaralýsingar, sum kunna endurbrúkast á ráðstevnum og fundum. Hvør hevur ábyrgd av tilfarinum, hvør setur tilfarið upp, og hvør tekur tað niður aftur, má eisini vera greitt avtalað. Eisini mangla vit skabelónir til framløgur, og vit mangla eisni vælgjørd visitkort, á pappíri og/ella sum elektronisk email/sms-visitkort. útbúgvingar á NVD B.Sc í KT-verkfrøði, sum er munandi broytt í 2010 bæði í innihaldi og við fjarlesturmøguleikum úr Svøríki, skal mennast víðari til M.Sc, umframt sum KT-eftirútbúgving. B.Sc í Hav-og jarðfrøði, sum p.t. eingi lesandi hevur, átti at verið broytt og marknaðarførd sum ein verkfrøði útbúgving við fokus á orku, t.d. orkusparing, vatn-, vind-, aldu- og streymorku, oljuleiting, orkusparandi EL-tøkni v.m. B.Sc í lívfrøði kundi verið ment til M.Sc í fiskivinnu og aling, gen- og biotøkni. Kannast skal um B.Sc í medicin (læknafrøði, tannlæknafrøði) kann setast á stovn innanfyri stutta tíð í samstarvi við sjúkrarøktarfrøðiskúlan, sjúkrahúsverkið og universitetssjúkrahús. Tað er stórur læknatørvur í landinum, og ein tílík útbúgving í Føroyum kundi fingið góða undirtøku bæði politiskt og ímillum tey lesandi, t.d. hjá lívfrøðingum og sum víðariútbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum til læknar. Tey fyrstu 3 árini av medicin eru mest grundfak, og summar lærugreinir eru felags við lívfrøðiútbúgvingar og sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingar. Um læknar kundu byrjað sína útbúgving í Føroyum, so var størri møguleiki fyri at teir settu búgv her seinni, og soleiðis kundu vit hjálpt uppá læknatrotið. í Danmark hava læknar og tannlæknar nøkur felags semestur, og soleiðis kundu tannlæknalesandi eisini tikið partar av sínum lestri herheima, og trotið á tannlæknum er eisini stórur. Ein útbúgving í medicin vildi eisini styrkt um granskingarumhvørvið innan heilsu, og samstarvið við heilsuverk og sjúkrarøktarfrøðiskúlan á hesum øki. 3