Formansfrágreiðing Limirnir í Fólkaheilsuráðnum eru teir somu, sum í undanfarna ráði. Ráðið hevur skipað seg á sama hátt nevniliga við undirritaða sum formanni og Marjun Berg sum varaformanni. Ráðið hevur vanliga ein fund um mánaðin, tó ikki summarferiu mánaðirnar juli og august. Skrivstova ráðsins er felags við Ílegusavnið, og har er tað Erika L. Petersen, sum hevur skrivara-uppgávurnar. Síðani august 2012 hevur ráðið ongan fastan fakligan skrivara havt í starvi, men frá november 2012 hevur Ólavur Jøkladal verið í tíðaravmarkaðum starvi, serliga at taka sær av tubaksátøkum. Á heysti 2015 hevur ráðið brúkt nógva orku at gera eina fólkaheilsukanning av út við 5000 tilvildarliga valdum føroyingum, sum hava fingið drúgt spurnablað, um hvussu fólk sjálvi meta sína heilsustøðu og sínar lívsvanar. Tað er fólkaheilsufrøðingurin Kristina Thomassen, sum stendur fyri hesum arbeiði í samarbeiði við yvirlæknanan á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu og professaran í fólkaheilsu á Fróðskaparsetri Føroya. Vit rokna við at almannakunngera fyrstu frágreiðingina frá hesi umfatandi kanning longu inna árslok. Fólkaheilsuráðið heldur til í Granskingarlonina á Landssjúkrahúsinum saman við Ílegusavninum. Har eru góð skrivstovuhøli og harumframt góð fundarhøli. Ráðið hevur lagt stóran dent á at vera sjónligt í samfelagnum gjøgnum lýsingar í bløðum, loftbornum miðlum og við almennum átøkum t.d. á Torginum í SMS og aðrastaðni. Viðvíkjandi virksemi ráðsins hesi árini hevur dentur verið lagdur á at eggja føroyingum til at gevast at roykja, at røra seg meira, at eta sunnari kost og at avmarka nýtsluna av rúsdrekka og rúsevnum. Fólkaheilsuráðið er framvegis av teirri fatan, at tubbaksroykingin í Føroyum er okkara størsta heilsuliga avbjóðing, tí enn roykja áleið ein fimtingur av tí vaksna fólkinum hvønn dag, og ein lítil tíggindapartur av teimum 15 ára gomlu. Her eigur broyting at koma í sum skjótast. Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at gera tað, sum ber til, fyri at eggja teimum, sum eru fødd ár 2000, ongantíð at byrja at roykja t.v.s. at árgangur 2000 verður roykfríur. Soleiðis sum tað er ásett í Fólkaheilsuætlan Heilsumálaráðsins. Fólkaheilsuráðið skipaði á vári 2014 fyri umfatandi kanning millum øll 17 ára gomul í Føroyum. Spurt varð um royking, alkohol, rúsevni og annað av týdningi fyri heilsuna hjá ungfólki. Aftur á vári 2015 hevur ráðið skipað fyri kanningum av øllum 9. flokki (ESPAD) saman við Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Tað eru Ólavur Jøkladal og Ronny Jacob3 Fólkaheilsuráðið hevur eisini lagt til merkis, at rørslumynstrið í Føroyum er almikið broytt seinastu árini. Bæði á bygd og í bý gongur nógv fólk meira úti nú, og ikki fá teirra síggjast rennandi. Fólkaheilsurenning nýtist ikki at skipast longur, tí at lokal feløg taka stig til hetta av sínum eintingum. Fólkaheilsuráðið hevur seinastu árini skipað fyri serligum átøkum viðvíkjandi fleiri av hesum vandatættum. Roykingin hevur havt hægstu raðfesting við fleiri ymiskum átøkum innan skúlan, men eisini vent sær móti teimum tilkomnu. Enn roykja føroyingar tvífalt so nógv sum sviar, men rákið í nýtsluni er greitt minkandi. Bæði tá vit nýta talið av dagligum roykjarum og innflutningin av tubakki at máta við. Í Fólkaheilsuætlanini stendur at í 2015 - altso í ár - skulu í mesta lagi 15% av føroyingum roykja. Talið av dagligum roykjarum var 22 % á heysti 2015, so hetta mál hava vit ikki nátt. Onnur Norðurlond hava tó nátt hesum máli, men vit eru enn eftirbátar. Tó kunnu vit fegnast um, at tey 15 ára gomlu hava tikið annað skinn um bak - har eru tað bert stívliga 8 % sum nú siga seg roykja hvønn dag - í 2011 vóru tað nærum 19 %. So her er vend komin í til tað góða. Hetta er eisini í tráð við visjón okkara, at tey sum eru fødd eftir ár 2000 ikki skulu roykja í heila tikið. Annars mugu vit eisini fegnast um, at væntaða æviskeið føroyinga er langt eisini í mun til onnur fólkasløg. Kvinnurnar liva heili 84,1 ár í meðal og menninir 79,4 ella í miðal fyri bæði kynini 81,6 ár. Hetta sær Fólkaheilsuráðið sum eina ábending um, at í høvuðsheitum stendur væl til við fólkaheilsuni. Tó so, tað ber framvegis til at gera heilsufremjandi átøk, tí ongin grund er at halda, at livialdurin bæði fyri menn og kvinnur ikki kann gerast enn hægri. Í april 2006 gav Almanna- og heilsumálaráðið út Fólkaheilsuætlan føroying, sum ein liður í Visjón 2015. Sambært hesi ætlan eru vandatættirnir: Royking Ov lítlit rørsla Skeivur kostur Yvirvekt Rúsdrekka - og rúsevnismisnýtlsa Arbeiðsumhvørvi Umhvørvisárin Vanlukku-og skaðaelving Sambært Fólkaheilsuætlanini skal rørsla vera ein náttúrligur partur av gerandisdegnum alt lívið og talið av teimum, sum røra seg regluliga, skal økjast munandi. Fólkaheilsuráðið hevur haft nógv ymisk átøk fyri at fáa fólk at røra seg. Ráðið hevur soleiðis mælt skúlamyndugleikunum til, at øll børn í skúlaaldri røra seg minst ein tíma í skúlatíðini um dagin - soleiðis sum fleiri onnur framkomin lond hava tað. Tilmælið er grundað á, at ein partur av børnunum gerast meira og meira likamliga óvirkin, tí tey sita væl framan fyri sjónvarp 4 og teldur í frítíðini. Tað er hesum partinum av børnunum, vit skulu hjálpa við at lata tey pøsa seg likamliga í skúla-tíð. Enn er hetta tilmælið ikki fylgt, men skúlar eru, sum hava víst hesum áhuga. Ráðið hevur á hvørjum ári eitt átak, vit rópa útvikan. Útivikan liggur í vikuni við fyrsta summardegi, og tá er tað, vit vóna, at fólk seta sær fyri at ganga til arbeiðis. Tað er ein stór uppgáva hjá teimum myndugleikum, sum skipa fyri vegakervi okkara at bera so i bandi, at tað ber til at ganga og súkkla trygt millum heim og skúla/arbeiði. Her er enn langur vegur. føroying. Hetta er at fegnast um og er lágt í mun til onnur lond. Viðvíkjandi rúsevnum sum hasj, liggja vit sambært ESPAD-kanningunum millum tey lægstu í Evropa. Støðan viðvíkjandi rúsdrekka og rúsevnum er her á landi betri enn so manga staðni. Grundin til at rúsdrekkanýtslan í miðal er í lægra endanum í norðanlondum, skyldast okkara restriktivu lóggávu - bæði tá ræður um prís og atkomiligheit. Fólkaheilsuráðið hevur staðiliga frámælt, at vit gera Rúsdrekkasølu Landsins til eitt alment partafelag, og at vit seta á stovn fleiri sølustøð - eitt nú í keypsskálum, har nógv fólk kemur. Narkotikanýtslan er lutfallsliga lítil í Føroyum, men tað skyldast fyrst og fremst, at vit liggja so fjart úti í havi og at myndugleikaverjan við landamarkið er so lutfalsliga intensiv. Fólkaheilsuráðið varpar javnan ljós á kostin hjá føroyingum. Mælt hevur verið til at fylgja almennu kostráðunum - soleiðis sum tey eru orðað av okkara grannalondum. Tó hevur Fólkaheilsuráðið mælt føroyingum at eta meira fisk, enn vit hava gjørt seinastu árini. Fyrr í tíðina var matur úr havinum á døgverðaborðinum allar dagar í viku, uttan sunnudag, tá kjøt var etið. Fólkaheilsuráðið metir, at føroyingar eiga at fara at eta nógv meira mat úr havinum - soleiðis sum eitt nú japanar gera tað. Fiskur, bæði soltin og feitur, kann heilsuliga sæð lættliga kappast við kjøt frá landdjórum sum heilsugóður matur. Fólkaheilsurráðið hevur ikki gjørt nakað serligt við ringt arbeiðsumhvørvi, umhvørvisárin og vanlukkfyribyrging, men tað hava aðrir stovnar, so sum Arbeiðseftirlitið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Umhvørvisstovan, Skipaeftirlitð, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Deildin fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu. Í skrivi, dagfest 21. juli 2015, segði landsstýrismaðurin í heilsumálum frá, at hann hevur tikið avgerð um, at Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og umsitingin hjá Fólkaheilsuráðnum skulu leggjast saman í ein nýggjan stovn nevndur Fólkaheilsustovnur Føroya. Landsstýrismaðurin heitti á undir-ritaða um at skipa fyri samanleggingini. Tað Fólkaheilsuráðið hevur ráðgivið myndugleikunum viðvíkjandi rúsdrekka at avmarka atkomuligheitina til rúsdrekka og at brúka prísin sum stýriamboð. Hetta hevur eydnast væl, tí okkara rúsdrekkanýtsla er fallin seinastu tíðina og er nú niðri á áleið 6,4 litrum av reinum alkoholi fyri hvønn vaksnan 5 hevur undirritaði gjørt í skrivi til Heilsu-og innlendismálaráðið dagfest 23.10.2015. Tilmælið er soljóðandi: 9. Landsnet-drevið hjá FHR verður lagt saman við tí hjá DfAA - flutt yvir á "servaran" hjá DfAA. Dátuflokking, atgongd v.m. verður broytt hareftir. 10. Núverandi tænastumanssetti yvirlækni á DfAA leiðir nýggja stovnin. 11. Stovnsleiðarin metir um starvsfólkatørvin og setir neyðugu starvsfólkini innan játtanarkarmin. 1. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (DfAA) broytir navn til Fólkaheilsustovnur Føroya (FH) frá 1. januar 2016 at rokna. 2. Skrivstova Fólkaheilsuráðsins verður stongd 31. dec. 2015, og skrivstovan á FH tekur uppgávur hennara. 3. Játtanirnar til DfAA og Fólkaheilsuráðið verða lagdar saman til eina játtan til FH. Hesar játtanir eru í dag hesi stovnsnr.: 121020 Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, 143513 Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, gransking, 138066 Fólkaheilsuráðið (Fyribyrgingarráðið), Upplýsing og ráðgeving, 149960 Fólkaheilsa, Upplýsing og ráðgeving 4. Virksemið á DfAA heldur fram sum í dag, bæði tað kliniska og tað granskingarliga. 5. Farið verður undir at breiðka virkisøkið stovnsins á fólkaheilsuøkinum. 6. Stovnurin setir sær fyri at gera eina breiða lýsing av heilsustøðuni í Føroyum til útgávu við ársenda 2016 7. Stovnurin ger, sum Fólkaheilsuráðið áður, heilsuframaátøk frá ársbyrjan 2016. 8. Heimasíðurnar www.health.fo og www.folkaheilsa.fo verða lagdar saman í nýggja heimasíðu www.heilsan.fo (sum er umbiðin til at verða tøk við ársenda). Um Fólkaheilsustovnur Føroya skal fáa tann týðandi leiklut í føroyska samfelagnum, sum hann eigur, eigur játtanin til stovnin at vera størri enn núverandi játtan til báðar teir núverandi stovnarnar. Undirritaði vildi mett, at ein samlað játtan fyri ein vælvirkandi fólkaheilsustovn átti at verið um 10 mill. kr. árliga. Beint nú er samlaða játtanin 4,5 mill. ella uml. Helvtin. Tær 10 milliónirnar høvdu so svarað til uml. 1 prosent av játtanini til heilsuverkið. Eg vil veita eina serliga tøkk til Ólav Jøkladal, sum hevur skipað og greitt úr hondum hesa frágreiðing. Eisini ynski eg at takka øllum teimum mongu, sum millum ár og dag á ein ella annan hátt hava verið við til at fremja virksemið hjá Fólkaheilsuráðnum í verki. Pál Weihe, formaður 6 Fólkaheilsuætlan føroyinga Uppgávan hjá Fólkaheilsuráðnum er eisini: - ein liður í Visjón 2015 Tann 21. apríl 2006 varð fyri fyrstu ferð nakran tíð ein fólkaheilsuætlan løgd fram í Løgtinginum. Endamálið við fólkaheilsuætlanini er at varpa ljós á týdningin av at hava eina góða heilsu, og hvat vit kunnu gera fyri at betra um okkara heilsustøðu. Ein heilsufremjandi áskoðan eigur at seyra ígjøgnum í øllum lutum í samfelagnum. Eitt vælvirkandi fólkaheilsuarbeiði fevnir bæði um heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk. Í fólkaheilsuætlanini eru orðaðir málsetningar fyri, hvussu bøtast kann um heilsustøðuna, og mál eru sett sum røkka fleiri ár fram í tíðina. Fólkaheilsuætlanin er ein liður í Visjón 2015 ætlanini. at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk, at styrkja heilsufremjandi, sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk við ráðgeving og stuðuli til royndar- og menningararbeiði kring landið, at taka stig til kanningar og útgreiðingar, sum eiga at verða framdar sum liður í einum heildarfyribyrgingartiltaki, ella sum liður í eini meting av verandi heilsufremjandi og sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøkum, at stimbra gransking og royndum á fyribyrgingarøkinum, at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd. Fólkaheilsuráðið verður mannað fjórða hvørt ár við einum umboði fyri undirvísingarverkið, einum fyri almannaverkið, trimum heilsustarvsfólkum og einum umboði fyri løgregluna. Landsstýrismaðurin velur sjeynda limin, sum eisini skal hava serligt innlit í almanna- og heilsuviðurskifti. Landsstýrismaðurin velur formann og næstformann millum limirnar í ráðnum. Endamálið við Fólkaheilsuráðnum Fólkaheilsuráðið er ráð undir landsstýrismanninum í heilsumálum og hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. 7 Hannilena Jacobsen Økonoma Ráðslimir í Folkáheilsuráðnum Klaksvíkar Sjúkrahús Pál Weihe, formaður Kári Rasmussen Yvirlækni, Deildin fyri arbeiðs- og almanna heilsu Kommunulækni Adjungeraður professari í fólkaheilsu við Fróðskaparsetrið Runavík Marjun Berg, næstformaður Bjarta Vilhelm Sosialráðgevari / deildarleiðari stjóri Almannaverkið Gigni Jens Jensen Torfinn Højgaard Løgreglumaður Kriminaldeildin Lærari Politiið í Føroyum Skulin á Fløtum 8 Limirnir eru valdir sambært §2 í lóg um Fólkaheilsuráð Lógargrundarlag Stk. 2. Stk. 3. 1)Fólkaheilsuráðið § 1. er ráð undir landsstýrismanninum og hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. Heruppií liggur á ráðnum: 2) 2) (úr gildi). (úr gildi). § 2. 3) 1) Í Fólkaheilsuráðnum sita 7 limir, tilnevndir av landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn. Ein limur umboðar undirvísingarverkið, ein limur umboðar almannaverkið, 3 limir eru heilsustarvsfólk, og ein limur umboðar løgregluna. Landsstýrismaðurin velur sjeynda limin, sum eisini skal hava serligt innlit í almanna- og heilsuviðurskifti. Landsstýrismaðurin velur formann og næstformann millum limirnar í ráðnum. 1) at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk, 2) at styrkja heilsufremjandi, sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk við ráðgeving og stuðuli til royndar- og menningararbeiði kring landið, 3) at taka stig til kanningar og útgreiðingar, sum eiga at verða framdar sum liður í einum heildarfyribyrgingartiltaki, ella sum liður í eini meting av verandi heilsufremjandi og sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøkum, 4) at stimbra gransking og royndum á fyribyrgingarøkinum. 5) 1)at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd. § 3. Landsstýrismaðurin kann seta aðrar sakkønar nevndir til stuðuls í sambandi við uppgávur ráðsins. Limir í slíkum nevndum kunnu veljast millum fólk og feløg, ið ikki eru limir í ráðnum. § 4. Landsstýrismaðurin ásetir starvsskipan ráðsins eftir tilmæli frá ráðnum. § 5. 1) Landskassin rindar útreiðslurnar av virkseminum hjá Fólkaheilsuráðnum og hjá møguligum øðrum sakkønum nevndum. Stk 2. Landskassin rindar limunum í ráðnum eina samsýning eftir almennum reglum. 9 § 6. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at ráðið fær neyðuga skrivarahjálp og avger, um sjálvstøðug skrivstova skal setast á stovn. Skrivstova ráðsins Adressa: § 7. 1) Fólkaheilsuráðið almannakunnger minst annað hvørt ár frágreiðing um virksemi ráðsins. Fólkaheilsuráðið J.C. Svabosgøta 43 FO 100 Tórshavn Telefon: § 8. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000. Stk. 2. Rúsdrekka- og Narkotikaráðið virkar framvegis síðustillað fyribyrgingarráðnum fram til 1. januar 2002 sbr. reglunum í kunngerð. nr. 133 frá 25. oktober 1990 um Rúsdrekka- og Narkotikaráð. 30 47 00 / 21 51 65 Tórshavn, 10. mai 2000 Teldupostur: Anfinn Kallsberg (sign.) mailto:fhr@folkaheilsa.fo Heimasíða: løgmaður www.folkaheilsa.fo Skrivstovan virkar sambært endamáli Fólkaheilsuráðsins og í samráð við limirnar í Fólkaheilsuráðnum sum ein stovnur, ið er við til at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging - bæði í almanna- og heilsuverkinu 10 Kostur Fiskur var í fokus í 2014. Um várið varð kjakast um feitt og heilsu í miðlunum. Um summarið var fiskur á breddanum, har vit bjóðaðu 7. flokkum fiskaburgara á millenniumdegnum og brellbitar við laksi í Sandágerði. Um heystið varð ein dagur hildin um heilsugóðan mat í kantinum, har endamálið var, at fólk til arbeiðis og í skúla eisini skuldu kunna fáa sunnan og bíligan mat. Um heystið varð eisini sett eyka fokus á fisk, hetta var í samstarvi við handil um lidnar heilsugóðar fiskarættir og eisini við filmi og lýsingarátaki um kostráðini fyri at vísa fólki, hvussu lætt tað er at eta meira av fiski. Fyrr - borðið Á "Nú" borðinum varð støðið tikið í feskari kostgransking, føroyskari og norrønari matmentan. Matur, ið mettar, fullkorn, heilkorn, einfaldni og árstíðirnar. Eisini varð dentur lagdur á gerandisvørur, og at heilsugóður matur nýtist ikki at vera kostnaðarmikil. Á síðuni á "Nú" borðinum sást ein mynd av listaframsýning frá 2011, ið nevnist Hungry Planet. Myndin vísti, hvat ein familja í Equador át gjøgnum eina viku. Matur fyrr og nú Við denti á umhvørvið og ovurnýtsluna vísti Fólkaheilsuráðið á kostrákið fyrr og nú. Hetta varð gjørt við tveimum borðum á Torginum í SMS. Átakið varð framt á heystið í 2013 í sambandi við heilsudagar. Á "Fyrr" borðinum varð støðið tikið í seinastu 30 árunum. Umframt ídnaðarvørur, lidnar rættir, matur, ið var pakkaður inn í nógv plastikk, og sum heild matur, ið mettar lítið. Eisini varð ein mynd fram við síðuni á "Fyrr" borðinum, ið vísti, hvat ein týsk familja etur gjøgnum eina viku. 11 Heilsugóður matur á millenniumdegnum Allur 7. flokkur var til ítróttardag - millenniumdag. Vit bjóðaðu heilsugóðan mat til bæði morgunmat og frokost, og dagur og vika varpaði ljós á átakið. Til morgunmat fingu tey ungu frukt, vatn og skyr. Á middegi fingu tey ungu ein góðan matpakka við fiskaburgara og grovari pastasalat. Høvuðsendamálið var, at tey ungu verða mett av leskiligum og heilsugóðum mati, soleiðis at tey eru væl fyri at røra seg allan dagin. Laksabrellbitar í Sandágerði Fólkaheilsuráðið bjóðaði leskiligar og litríkar brellbitar við laksi til tey mongu fólkini, ið vóru savnað á sandinum til summarsólstøður. Høvuðsendamálið var at eggja føroyingum til at eta meira av fiski og vísa øðrvísi mátar at bjóða fisk. Eini 1000 brellbitar og 400 faldarar vórðu deildir út. Bæði ung og gomul lótu væl at, og eisini vóru fleiri fremmandafólk, ið fingu smakkiroyndir við leskiligum føroyskum laksi. Galluptølini í sambandi við matvanar líkjast nógv teimum frá í fjør. Umleið helvtin av teimum spurdu svara, at tey eta frukt og grønmeti 4 ella fleiri ferðir um vikuna. Viðvíkjandi fiski svinga tølini upp og niður, men eru annars sum í ár. 12 Lidnir fiskarættir 52 fólk tóku lut á degnum. Umborð á Smyrli hava tey havt sjálvtøkuborð við heilsgóðum rættum, harímillum rættum frá kantinudegnum. Fólkaheilsuráðið saman við Miklagarði menti eina heilsugóða uppskrift saman við Oddvør Skarðhamar, har ætlanin var, at Miklagarður skuldi selja sum eitt alternativ til barnafamiljuna - heldur enn eitt nú hakkikjøt. Rætturin var til tveir persónar, óvist er, hvørt prísurin stendur seg í kappingini við aðrar vørur, men hetta var ein roynd, sum gevur íblástur til at arbeiða víðari, tá hugsað verður um at fáa føroyingar og serliga familj-una at eta meira fisk. Heilsugóður kantinumatur Á kostøkinum hevur verið eitt væleydnað tiltak í kantinuni á Landssjúkrahúsinum, har serfrøðingar úr Danmark hava lært kantinuforstandarar at gera heilsubetri, leskiligari og bíligari kantinumat. Fólkaheilsuráðið saman við Landbrug og Fødevarer skipaði fyri einum degi fyri kantinustarvsfólkini um heilsugóðan kantinumat. Fiskafilmur Filmur um eina føroyska barnafamilju, sum ger fisk til nátturða, varð gjørdur í 2014. Eitt av kostráðunum sigur: "Et meira av fiski". Næsta ár hevði ein filmur kunnað verið gjørdur av nýggjum við eini aðrari familju. 13 Fiskafilmurin (tann longra versiónin) vísir eisini kostráðini á ein góðan hátt. Kostráðini eru endurútgivin, tey eru nú 10 í tali. Heimasíðan við kostráðunum verður skjótt liðug, har til ber at lesa um hvørt einstakt ráð. Sí meir um hetta seinni. Undirvísing á bústovni og samrøður við skúlaflokkar Fleiri bólkar og onkrir skúlaflokkar hava verið á vitjan í Fólkaheilsuráðnum. Eisini hevur brævaskifti verið í hesum sambandi, har tey hava havt verkætlanir í skúlunum. Bæði fólkaskúla- og miðnámsskúlanæmingar. Onkran flokk hava vit havt, sum hevur nomið við øll fýra fokusøkini hjá Fólkaheilsuráðnum. Fullkornskapping Fólkaheilsuráðið skipaði fyri kapping í sambandi við Ársins fullkornsdag, sum var í oktober 2014. Kappingin var á facebook, har fólk kundu luta sína bestu fullkornsuppskrift og soleiðis vinna eitt gávukort frá FK uppá 1000 krónur. Vinnari gjørdist ein fullkornspitsa við laksi. Tað hevur verið heitt á okkum um at koma út á bústovnar fyri ung við menningartarni og autismu. Vitjað hevur verið á bústovnum, har vit hava havt framløgu um heilsugóðan mat. Orkudrykkir Landsstýrismaðurin úttalaði seg í miðlunum um, at hann fór at venda sær til Fólkaheilsuráðið í sambandi við, at WHO mælir til, at orkudrykkir skulu forbjóðast til børn og ung. Eitt upprit er gjørt um hetta. 14 Kosttilmælið frá Fødevarestyrelsen gera fokuserað átøk, bæði viðvíkjandi, hvat evni verður kommunikerað, og hvør móttakarabólkurin eigur at vera. Tað tyktist sum, at tað var semja á fundinum um, at vit áttu at lagt dentin á at fáa føroyingar at eta meira fisk. Um so skal verða, mugu vit vísa, at hann kann gerast leskiligur og eisini gerast soleiðis til, at hann ikki verður føðsluliga avskeplaður av t.d. nógvum Vita margarini sum siður er í Føroyum, nevniliga tað at eta smelt afturvið. Uppskot var um at gera eitt átak, møguliga í samstarvi við veitararnar av matvørum í Føroyum, har vit vísa ítøkiligar leskiligar rættir bæði úti ímillum fólk, men ikki minst í fjølmiðlunum t.d. í Gevi Gætur og á heimasíðu okkara. Kostráðini eru umsett, og tekstur um hvørt ráð er at finna á heimasíðuni. Møguliga átti verið arbeitt við at gjørt powerpointtilfar til skúlar og faldara um kostráðini. Danska Heilsustýrið hevur endurskoðað gomlu 8 kostráðini og er komið við nýggjum ráðum. Mælt verður til, at vit eta fjølbroytt, ikki ov nógv og eru likamliga virkin. Mælt verður eisini til, at vit eta minni kjøt og meira fisk, at vit drekka vatn og tálma nýtsluni av salti. Men megintátturin í tilmælinum er at minka um mettaða feittið til fyrimuns fyri ómettað feitt, tað veri seg bæði monoómettað sum polyómettað. Ráðið saman við kostfrøðingum høvdu orðaskifti um hetta í 1 1/2 tíma. Kostfrøðingarnir løgdu fram síni sjónarmið. Í høvuðsheitunum var semja um at taka undir við danska tilmælinum og gera tað til okkara. Hildið varð, at tilmælið um at eta fjølbroytt og ikki ov nógv og vera likamliga virkin kundi staðið niðast og ikki fremst. Umrøtt varð, hvussu hetta verður miðlað til føroyingin. Eitt er ein formlig kunning, men nakað heilt annað er, í hvønn mun fólk taka undir við hesum, tí tey hava skilt tað og síggja tað relevant fyri egið lív. Dentur varð lagdur á týdningin av at Fólkaheilsuráðið mælir kostfrøðingunum, sum vóru við á fundinum, til at vera aktiv í miðlunum. Hóast ymisk sjónarmið, so er eitt orðaskifti um hesi viðurskifti betri enn einki orðaskifti. Samanumtikið kann sigast, at nýggju kostráðini frá donskum myndugleikum, og sum Fólkaheilsuráðið tekur undir við, hóska serliga væl til føroysk viðurskifti. Tí verður mælt til at eta fjølbroytt, ikki ov nógv, at røra seg, at avmarka tað feita kjøtið, at eta meira fisk og drekka vatn heldur enn søtar drykkir. Fólkaheilsuráðið ætlar at fara undir at eggja føroyingum til at eta meira fisk. Vit mugu gera leskiligar døgurðar burtur úr fiski og brúka sum minst av mettaðum feitti afturvið. Fiskadøgurðin skal bæði vera fyri góma og eyga og hartil lættur at gera hjá 15 Læra fólk at gera lættar fiskarættir øllum. Og so skulu rávørurnar sjálvandi vera til at fáa fatur á hjá øllum um landið. Á heysti 2015. Sum ein liður í at fáa fólk at eta meira fisk, so er hetta millum annað fylgt upp við løttum og leskiligum skundverðum úr havinum, sum vit hava gjørt í samstarvi við SMS og Una Gullfoss. Uni, sum er kokkur, greiddi frá og vísti fólki, hvussu lætt og ómakaleyst skundverðir kunnu gerast. Hann hevði eisini hugskot um, hvat restirnar av døgverðanum kundu brúkast til, eitt nú sum viðskera hjá barninum at hava við í barnagarðin. Hugskot og uppskriftir vórðu eisini tøk á staðnum Fleiri dagstovnar og frítíðarstovnar hava havt fyrispurningar um heilsugóðan mat til børn. Tey ynskja íblástur og kunning um, hvat børn eiga at eta og ikki. Hetta kundi verið gjørt við einum temadegi og møguliga skrivligum tilfari at leggja á heimasíðuna. Samstarv við Miklagarð um heilsugóðan mat Hetta er vælkomið í eini tíð, har øll hava nógvan skund og hava brúk fyri at gera ein skjótan verð. Hetta nýtist als ikki at ganga út yvir góðskuna av tí, ið gjørt verður. Rættirnir, sum vórðu gjørdir, vóru úr fiski og grønmeti, sum kundu gerast uppá fimm minuttir; tað var tað vit fegin vildu vísa við átakinum. Á vári 2015 samstarvaðu Fólkaheilsuráðið og Miklagarður um eina verkætlan, har góður matur var í miðdeplinum. Talan var um fimm ymisk evni, eitt um vikuna. Tey vóru fullkorn, soltið kjøt, frukt og grønt, fiskur og so tað søta. Fólkaheilsuráðið hevði ein bás, har kostkøn frá ráðnum vóru til taks at svara spurningum. Eisini varð kundin drigin inn í átakið, soleiðis at hann fekk høvi at svara spurningum og harvið vera við í kappingini um ein spennandi vinning, ið varð lutaður burtur. Tað vóru eisini smakkiroyndir. Farið varð út um Havnina, so fólk t.d. á Tvøroyri eisini fingu gleði av tiltakinum. 16 Gonguliðið Gonguliðið hjá Fólkaheilsuráðnum varð skipað á tann hátt, at gongufyrimyndir vórðu funnar í hvørjum av teimum fyrrverandi sjey valdømunum. Her var talan um "vanlig" fólk, bæði kend og ókend, sum vanligi føroyingurin kann kenna seg aftur í, tá tað kemur til rørslu. Tað vil siga, at hetta vóru ikki ítróttarfólk ella fólk, sum hava verið kend fyri ítróttaravrik og serligt virksemi annars. Gonguliðið fór til gongu í Útivikuni, og avtalan við hvørt gongufólk var, at tey á onkran hátt meldaðu aftur við onkrari mynd og tveimum trimum reglum um, hvussu tað riggaði. Á Facebooksíðuni, sum var stovnað til endamálið, bar til at fylgja við gongufólkunum, síggja myndir og lesa frásagnir. Tá útivikan var liðin, og gongufólkið, sum hesa vikuna hevði gjørt ein eyka innsats fyri at ganga eitt sindur meira enn vanligt, tók eitt teirra soleiðis samanum: RØRSLA "Í eini kykmynd, sum er gjørd um tað mundið, tá bilarnir gjørdu veruligu innrásina í Føroyum, heldur Niels Juel Arge fyri, at føroyingar eru vorðnir so beindovnir [...] Má viðganga, at eg havi verið ein av teimum, í alt ov stóran mun. Tí var tað gott, at Ingrid Bjarnastein slerdi upp á tráðin, og gav mær hetta sparkið í afturpartin. [...] Orkan til at ganga er munandi vaksin, og tað er ikki sørt, at tað sæst aftur á vektini eisini. Yvirhøvur væl betri fyri kropsliga og sálarliga, og [...] átakið Gonguliðið hjá Fólkaheilsuráðnum verður nú atvoldin til, at apostlarnir fara at verða brúktir í størri mun enn higartil. [...] Takk fái Fólkaheilsuráðið og Gonguliðið fyri, at mær gavst høvi at vera partur av hesum týdningarmikla átaki." Nógvir føroyingar síggjast nú renna úti, og tað fegnast vit um. Hin vegin meta vit, at eitt rættiliga stórt tal av fólki í Føroyum bæði ung og tilkomin - eru púra likamliga óvirkin. Nýggj gransking bendir nú á, at sjálvt bara eitt sindur av likams-virkni ger stóran mun, heldur enn at sita stillur altíð - sita við eitt skriviborð á arbeiðinum, koyra í bili og síðani sita framman fyri sjónvarpinum heima. Fólkaheilsuráðið vil eggja fólki at gerast eitt sindur likamsaktiv heldur enn at vera heilt passiv. Fokusøkið verður tískil tey púra óvirknu. 17 Átakið við gonguliðnum er skipað soleiðis, at tað er gjørligt at endurnýta konseptið ár eftir ár, bæði við facebooksíðuni og búmerkinum, ið varð gjørt til høvið. Útivikan Útivikan, sum hevur verið á skránni nú í fleiri ár, varð aftur á skrá í ár. Fólkaheilsuráðið minti stovnar, feløg, arbeiðspláss o.s.fr. um útivikuna, men annars varð ikki skipað fyri serligum tiltøkum í vikuni. Tilsamans varð skipað fyri 13 gongutúrum kring alt landið. Norður í Strandardal á Borðoynni. Út á Pollin í Saksun. Ein túrur runt í Froðba. Ein túrur inn á Fossamýru í Sandoynni, eftir Rossagøtuni í Havn, kring Toftavatn í Runavík og fleiri aðrir. Meti, at tað hevði verið skilagott, um Fólkaheilsuráðið var oddafiskur í útivikuni við fleiri tiltøkum (sum t.d. gongutúrum - sí næsta part) o.o. Gongutúrar í summar Vit lýstu við túrunum á okkara egnu heimasíðu, á Facebooksíðuni, við bannara á in.fo og so á teimum ymsu síðunum hjá kunningarstovunum (uttan kostnað). Í samstarvi við kunningarstovurnar kring landið varð í skúlasummarfrítíðini skipað fyri gongutúrum hvønn mikudag kring alt landið. Ein til tveir túrar hvønn mikudag ymsastaðni í landinum við ferðaleiðara, har øll - roynd sum óroynd - kundu vera við. Fleiri enn 300 fólk gingu túr við Fólkaheilsuráðnum í summar. Nógv teirra eisini meira enn eina ferð. Og afturmeldingarnar, vit fingu frá luttakarunum, vóru sera positivar. Talan var fyri tað mesta um vaksin-tilkomin fólk, men eisini ung og børn. Á tí eina túrinum var yngsti gongumaðurin 3 ára gamal og tann elsti 86. Endamálið var júst hetta at fáa tey heilt óvirknu at røra seg eitt sindur. At gera okkum dælt av okkara vøkru náttúru. At gera gongutúrar í náttúruni atkomuligar, og at kostnaður ikki gjørdist ein trupulleiki, tí túrarnir vóru ókeypis. 18 Á vitjanini fingu næmingarnir eitt sindur at vita um týdningin av rørslu, hvussu nógv tey eiga at røra seg, og dømi um, hvat rørsla er góð fyri og ávirkanina á kropp og innlæring. 10. november 2014 varð kappingin sett í gongd, og næmingarnir taldu fet í tilsamans tríggjar vikur. Afturmeldingarnar í sambandi við kappingina hava í høvuðsheitum verið góðar. Tó hava nakrir lærarar gjørt vart við, at tað er trupult at halda teljararnar heilskapaðar, at halda skil á fetunum og at fyribyrgja snýt. Samanumtikið er metingin tó, at upplivingin av kappingini hevur verið jalig. Fólkaheilsuráðið hevur verið sjónligt, bæði við vitjan á skúlunum og eisini í miðlunum í sambandi við kappingina. Harumframt hevur Fólkaheilsuráðið rokkið út til ein stóran skara av fólkum bæði við 700 næmingum, lærarum, foreldrum og so sjálvandi eisini við tí, at yngru og eldru næmingarnir á øllum skúlunum hava í nógvum førum fylgt væl við, hvussu sín 6. flokkur hevur klárað seg. Tá kappingin varð liðug, rann Sørvágs skúli avstað við sigrinum, Stranda skúli gjørdist nummar tvey og 6. b í Hoyvíkar skúla nummar trý. 36 skúlaflokkar sendu tøl inn allar tríggjar vikurnar. 45 flokkar vóru við frá byrjan. Gongutúrarnir eru eitt tiltak, ið er lætt at seta í verk aftur, kanska yvir eitt longri tíðarskeið. T.d. við byrjan í maj mánaði saman við útivikuni. Fetteljarakapping Eitt av málunum við at aktivera tey heilt óvirknu, var eisini at fáa børn og ung at røra seg. Tí kom hugskotið at skipa fyri fetteljarakappingini fyri ein útvaldan skúlaárgang. Fleiri enn 700 næmingar í 6. flokki fingu í oktober útflýggjað fetteljarar frá Fólkaheilsuráðnum. Á eini ferð kring oyggjarnar kom Fólkaheilsuráðið tí í samband við størsta partin av øllum hesum 700 næmingunum. 19 Bjóða ein túr Um átakið: Bjóða ein túr var eitt átak, ið eggjaði fólkum at røra seg. Høðvusmálbólkurin vóru kvinnur og menn í aldrinum 4065. Endamálið var serliga at fáa fólk, ið røra seg ov lítið, at røra seg meira. Hetta bleiv gjørt gjøgnum fólk, sum longu røra seg og síggja fyrimunirnar við at røra seg. Samstarv bleiv gjørt við gangi- og rennifeløg kring landið, sum vóru undangongufólk í átakinum. Eftir avtalu løgdu tey eina statusuppdatering á Facebookvangan hjá mammuni, beiggjanum ella bindiklubbanum, har tey nomineraðu fólk at ganga ein túr við sær. Marknaðarføring: Hetta var eitt low budget átak. Ongar útreiðslur vóru brúktar uppá grafiska uppsetan, innrykkingar í miðlar ella aðra marknaðarføring. Fólk skuldu ikki fáa eina kenslu av, at ein stovnur stóð aftan fyri átakið, ið gav fólkum ordrar um at røra seg. Ístaðin skuldi átakið verða viðurkennandi, autentiskt og ófarligt og visa fólkum, hvussu gevandi og hugnaligt tað eisini kann vera at røra seg. Ístaðin bleiv gjørt gagn av sosialu eginleikunum við Facebook, har statusuppdateringar eru sera sjónligar og náa út til ein stóran skara av fólki. Tilgongd: Stafettin byrjaði við, at 10 fólk settu stafettina í gongd. Vikuna eftir vóru tað so 10 onnur fólk, sum gjørdu nomineringar. Hetta vóru umboð frá Kvistuni í Suðuroy, fleiri umboð frá Vága kunningarstovu og Sandoyar Kunningarstovu, umboð frá gangifelagnum í Eysturoy (bæði í Runavík, 20 Leirvík og Fuglafirði), umboð frá Norðoya gangifelag og Sunda kommunu. Harafturat vóru tað fleiri vinfólk og kenningar, sum vóru við til at seta stafettina í gongd. Petur Hansen hevur eisini fingið nøkur fólk at seta gongd á steffettina. Eftirmeting: Alt í alt ímyndi eg mær, at eini 60-80 nomineringar, um at ganga ein túr, hava verið gjørdar á Facebook. Um ein tekur vinirnar hjá hesum fólkunum á Facebook við og eisini vinirnar hjá vinunum, sum hava dámt og Viðmerkt statusarnar, so hava alt í alt fitt av fólki sæð uppdateringarnar. Hvussu nógv av hesum havi gingið túrin, og hvussu nógv fólk fingu íblástur av at síggja myndirnar á Facebook, er ikki lætt at meta um. Ynskiligt hevði verið, at statusarnir enn blivu deildir á Facebook, men nú er tað ein tíð síðan, at eg havi sæð nakra nominering. Og um hesar nomineringarnar á Facebook virka sum allar aðrar nomineringar, so hava tær eina avmarkaða livitíð. Fólkaheilsuráðið heldur eisini, at vit eiga enn meira, enn vit nú gera, at stimbra rørslumentanina, sum er íkomin seinastu árini. Hetta gerst við at tryggja teimum, sum vilja ganga, renna ella súkkla góðar møguleikar úti í tí almenna rúminum. Ikki minst tryggja, at tey, sum ferðast úti, eru trygg í ferðsluni. Vert er at viðmerkja, at øll, sum vóru spurd, um tey vóru áhugað í at seta tiltakið í gongd, tóku heilt ótrúliga væl ímóti hugskotinum. Og øll høvdu, hvør í sær, ótrúliga nógv góð hugskot um, hvussu ein kundi betra um átakið og eisini onnur hugskot um, hvussu ein fær fólk at røra seg meira. Hetta átti ein avgjørt at havt í huga, tá konsept í sambandi við onnur rørsluátøk verða útviklað. 21 RÚSEVNI Rúsevni Rúsdrekkanýtslan í miðal er hóvlig, samanborið við grannalondini, men við tað, at ein rættiliga stórur partur av Føroya fólki er avhaldsfólk, so eru tað helst onnur, sum drekka nógv og eru stórbrúkarar, uttan tó at vera tað, sum vit vanliga rópa alkoholikarar. Arbeitt hevur verið við einum átaki, sum skuldi minka um talið av stórbrúkarum. Tá ið Sundhedsstyrelsen broytti tilmælið um, hvussu nógv er ráðiligt at drekka, úr 21 og 14 alkoeindum um vikuna, fyri ávikavist menn og kvinnur, til 14 og 7, mælti Fólkaheilsuráðið til at fylgja hesum ráðum, men at lagt varð afturat at ráða føroyingum at "drekka sum minst". Hetta við teirri grundgeving, at vit ikki kenna lægsta mark fyri skaðilig árin av alkoholi, tá um krabbamein ræður. Rúsevnanýtslan í Føroyum er lítil í mun til grannalondini. Grundin til tess er, at vit liggja so fjarskotin og myndugleika22 verjan (tollvald og politi) er so munagóð. Hinvegin er tað neyðugt við støðugari upplýsing um narkotikavandan, serliga millum børn og ung. Eisini eiga vit at fáa til vega eftirfarandi hagtøl um narkotikanýtslu millum ung. Sum er hava vit bert úrslit frá 9. flokskanningunum, men tørvur er eisini á at kenna støðuna hjá teimum, sum eru seinast í tannárunum. Tað er ein størri hugur at fremja átøk. Hinvegin eru átøk ikki serliga effektiv í longdini, men tað er eitt lógarverk. Eitt dømi um hetta er rúsdrekkalógin í Føroyum, ið virkar væl. Vit hava eina miðalnýtslu uppá 6,4 litrar, sum er lágt í mun til onnur. Tað er týdningarmikið, at vit fáa skipað so fyri, at tey fólkaheilsuligu áhugamálini verða ein partur av allari lóggávu, í øllum lóggávuarbeiðinum og øllum átøkum og ikki bara snúgva seg um alkohol, rúsdrekka, kost og rørslu. Í hesum sambandi kom fram, at vit einki svar fingu frá Innlendismálaráðnum uppá okkara áheitan um at viðgera heilsuligar avleiðingar sum ein part av metingararbeiðinum, ið altíð skal gerast í sambandi við nýggja lóggávu. Nú liggur málið hjá løgmansdeildini, og avrátt varð, at vit skuldu spyrja eftir málinum. Viðvíkjandi rúsdrekka, eiga vit at seta okkum sum mál at koma niðurum teir 6 litrarnar í miðal pr. persón um árið, sum verður drukkið nú. Vit eiga eisini at tryggja okkum, at garðarnir eru høgir, so tað ikki er lætt at flyta inn narkotika til Føroya. Frágreiðing frá NRK Í sambandi við, at Fólkaheilsuráðið er umboðað í Nordisk rusmeddel komité í Tróndheimi, greiddi Jens Jensen frá, at á fundinum hjá Nordisk rusmiddel komité var serliga lagdur dentur á at tosa um avleiðingar av narkotikanýtslu, herundir serliga hash. Frá Fólkaheilsuráðsstevnuni varð serliga tikið fram tað, sum stendur í Trondheimsyvirlýsingini, sum snýr seg um, at rættvíst býti av heilsu og trivnaði er eitt politiskt val. Sagt varð á ráðstevnuni, at um royking og um BMI var eins í fólkinum, so hevði heilsan í stóran mun verið tann sama. Vit høvdu síðani drúgt kjak um, hvussu ójavnin í heilsu kann fyribyrgjast. Tað er helst soleiðis bæði hjá okkum og aðrastaðni, at politikarin aftrar seg við at gera lógir, serliga forboðslógir, sum avmarka frælsið hjá fólki til sjálvi at velja. Jens Jensen, ráðslimur, hevur umsett Tróndheimsyvirlýsingina soleiðis: 23 Rættvíst býti millum heilsu og trivnað - eitt politiskt væl! Heilsa og trivnaður í samfelagsmenningini Hyggja vit at heilsu og trivnaði hjá borgarunum, sæst, hvussu væl politisku átøkini hava hepnast við atliti at einum av teim týdningarmestu uppgávunum. Heilsa og trivnaður eru bæði ein fortreyt og íløga í tað góða lívið, eitt úrslit av og ein ábending um eitt samhaldsfast og burðardygt samfelag. Tær norðurlendsku fólkaheilsuráðstevnurnar hava eina langa siðvenju. Tær byrjaðu í 1987^1 og hava síðan tá ment seg til at vera ein pallur til at skifta royndir sínámillum, nýmenning og kjak í sam-bandi við greining av fólkaheilsuarbeiði í Norðurlondum. Vit byggja á royndir, vitan og yrkisroyndir í okkara londum og heiminum annars og viðurkenna altjóða yvirbygnað gjøgnum røðina av ráðstevnum um fólkaheilsuarbeiði frá "Ottawa Charter for Health Promotion" í 1986 til " The Helsinki Statement on Health in All Policies" í 2013^2. Tær alheims, landsparta- og tjóðskaparligu greiningarnar av samfelagsligu heilsuavgerðartættunum (helsedeterminanter) hava givið týðandi vitan, hvat ið átøkum viðvíkur. Tey norðurlendsku londini hava eina langa siðvenju sum undangongufólk í altjóða høpi við tí fyri eyga at menna virkisætlanir, fyrimyndir og samhaldsfast at útvega tilfeingi til tess at betra um altjóða heilsu. Í 2012 samdust øll 53 limalondini í Europaøkinum "Heilsa 2020" at bøta um eina rammuætlan og virkisætlan, soleiðis at býtið millum heilsu og trivnað skuldi gerast rættvísari í 2020 í teimum ymsu økjunum. Hetta var fyrstu ferð, at vit fingu eina felags yvirlýsing frá teirri norðurlendsku Fólkaheilsuráðstevnuni. Vit vita, at samhaldsfastur ójavni í heilsu, sum skapar eitt mynstur í fólkasamanseting, er eitt úrslit av einum ójavnum býti av makt, peningi og tilfeingi í samfelagnum. Tann samfelagsligi ójavnin í heilsu er ikki rímiligur og er órættvísur og er sprottin úr teimum samfelagsligu - og teim materiellu fyritreytunum hjá fólki heilt frá føðing, uppvøkstri, vaksnamannalívi og til elli. Í Norðurlondunum: Danmark, Finnlandi, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki er menningin í fólkaheilsuni nær knýtt at politikki- og vælferðarmenning í londunum. Okkara alheims vælferðarskipanir saman við miðvísum átøkum eru grundleggjandi. Norðurlond hava eina serstaka ábyrgd mótvegis umstøðum, sum eru eru við til at skapa heilsu og trivnað, tað er búskaparligari trygd og býti, bústaði og uppvakstrarumstøðum, skúla og útbúgving, arbeiðslívi og arbeiðsumhvørvi, heilsutænastum og vælferðarskipanum og harafturat mentan og frítíð. Sum grundarlag undir menningini liggur ein fólkaræðislig skipan við styrktum sjálvstýri, bæði í økjunum og lokalt, har ávirkanin er stór á samfelagstættirnar, ið ávirka livikor, heilsu og trivnað hjá fólki. Á teirri 11. norðurlendsku Fólkaheilsuráðstevnuni í Tróndheimi. Noreg 26. - 29. august 2014, vórðu tey 747, sum tóku lut, eftir førimuni og við egnari ábyrgd, umboðandi ymsar leiklutir, øki og lond í Norðurlondunum, samd um hesar útsagnir: 24 Í alheims høpi er fólkaheilsan í Norðurlondum heilt góð. Samstundis eru týðandi avbjóðingar fyri framman. Samanborið við onnur lond, hava vit ikki loyst okkara størstu avbjóðingar - at minka um sosiala ójavnan í heilsu. Vit hava soleiðis mist teir størstu fólksligu heilsuvinningarnar. Arbeiðast má ímóti heilsumununum, sum síggjast í sosiala ójavnaðinum fíggjarliga, kyni, tjóðarsamleika, virkisstøði og kynsligum fráviki. Rætturin til heilsu er grundleggjandi. Tilfeingi og møguleikar mugu býtast soleiðis, at fólk kunnu laga sítt lív samsvarandi egnum ynskjum og tráanum fyri seg sjálvi og samfelagið. Fevnandi samfelag, har menniskjað er í miðdeplinum. Rættvíst býti av heilsu og trivnaði treytar: Átøk móti grundleggjandi orsøkum fyri trivnaði og heilsu Íløgur mugu gerast í almenna vælferð sum bústað og uppvakstrarumhvørvi, skúla og útbúgving, arbeiðslív, arbeiðsumhvørvi, heilsutænastu og vælferðarskipan, til góð livikor. Fyri at fremja sálarliga heilsu og trivnað mugu vit stimbra samfelagslig netverk, luttøku og samfelagsligan stuðul í tí dagliga. Tað er tørvur á styrktum samfelagsligum átøkum til tess at fyribyrgja sjúkum, ið ikki smitta, gjøgnum skyldir í alheims virkisætlanini hjá NCD hjá WHO. Átøk innan økini føðsla, kropsligt ágrýtni, tubbak, alkohol og rúsevni, skaðar, ólukkur og sálarlig heilsa má eisini leiðast at teimum orsøkum, ið eru bygdar á fatanina av politiskari og handilsligari drívmegi, sum liggja djúpari. 25 Vinningur kann fáast bæði við eini góðari byrjan av lívinum, við at fremja heilsuna hjá ungdóminum, átøk í arbeiðslívinum og virkni, góðari heilsu og trygd á ellisárum. Leiðsla í samanspæli og veruligum fremjingarvilja Stýring handlar um ábyrgd og leiðslu, ið geva úrslit. Virkisskráir, ætlanir og mál eru ongantíð betri enn verksetingin ásetur. Politikkur við atliti at einum rættvísum býti av heilsu og trivnaði uttan tilfeingi, bygnað og veruliga politiska ábyrgd, fer at hava lítla ávirkan. Fyri at lúka treytirnar til ábyrgd krevjast mál, ið kunnu røkkast fyri at fremja heilsu og trivnað, soleiðis at minkast kann um samfelagsligar ójavnar. Samfelagsmenning í sambandi við heilsu og trivnað krevur samstarv um mørk millum geirar við somu treytum um samfelagsmál og sínámillum virðing. Vit mugu royna at fáa sínámillum nyttu gjøgnum samstarv við teimum sambondum, vit hava, men eisini viðurkenna møgulig mótstríðandi áhugamál og arbeiða fyri loysnum. Vit hava brúk fyri opinleika og samvirka og at virka saman at náa betri úrslitum og at eggja til nýtslu av øllum tí tilfeingi, ið er tøkt samfelagsliga og menniskjum. Metingar av avleiðingum mugu fevna um býti av heilsu og trivnaði. Breitt vitanarstøði og royndir Vit hava eitt gott grundarlag fyri atgerðum, men mugu eggja til meiri rannsóknir til tess at finna atvoldssamanrenningar, gjøgnumførslu og árin av tiltøkum. Menning av fólkaheilsuarbeiðnum krevur innlit í nógv yrki og ráð, og brúk er fyri ymsum mannagongdum og luttøku. Átøk mugu eftirmetast við einum fjølvísindaligum atliti, har vit læra av royndum. Luttakarar í nærøkinum hava eitt stórt tilfeingi at geva av, tá tað snýr seg um heilsu og trivnað í leiklutinum sum arbeiðsgevari, framleiðari og samfelagsábyrgdarligur felagi. Vit vilja ábyrgdast fyri Breiða út boðskapin úr Tróndheimsyvirlýsingini til tey, ið kunnu taka avgerðir. Átaka okkum leiklutin fyri at náa okkara felags málum og miðum. Geva okkara íkast til økt Norðurlendskt samstarv við atliti at rættvísari heilsu- og trivnaði í norðanlondum og gera okkara til at minka um heilsumunir í altjóða høpi. Bjóða komandi ráðstevnum at taka av boðskapinum úr yvirlýsingini. Samfelagslig burðardygg grannaløg og heilsufremjandi nærumhvørvi. Tað er har, ið fólk liva, virka og búgva, vit kunnu laga tær góðskumetingar, ið fremja heilsu, trivnað og tilknýti. Nærdømis og landsparta viðskiftafólk nærmast fólkinum eru stirilin í fólkaheilsuarbeiðnum. Teimum mugu tryggjast nóg dygt tilfeingi og førleiki. Vit mugu gera íløgur í nærdømini, sum fremja luttøku, fólkslig sambond og savningarstøð, virkishug og tryggleika. Nógv mugu geva sítt íkast - ráð, veitarar og viðleikarar Nógvir samfelagsleikarar hava eina ábyrgd, tá tað ræður um rættvísa heilsu og trivnað. Tann endaliga ábyrgdin liggur hjá okkara landastýrum. Statur, landspartar og kommunur hava øll eina ábyrgd, men hava ójavna ávirkingarmegi. Frívillig feløg (NGOs) fremja eitt týðningarmikið arbeiði og eru eitt tilfeingi, samstarvari í mannagongdum og tilbúgvingarluttakari. Heilsutænastur á jøvnum føti kunnu fremja reglubundin átøk, sum fremja rættvísa heilsu og trivnað. Ein samskipaður statur kann við skipaðaðari stýring, regulering og lóggávu virksamt skapa góðar karmar fyri heilsu og trivnaði tjóðskaparliga, landspartaliga og í nærumhvørvinum. ROYKING Tá Ráðið er av teirri fatan, at vit eiga at brúka støðugt meira orku til at fáa roykingina at minka, so má sigast, at úrslit hevur verið at hóma í seinastuni. Gallup kanningin í august 2014 mánaði staðfesti, at roykingin hjá teimum vaksnu fall úr 28% niður í 22%, hetta eru tey, ið roykja dagliga. Kanningin er eitt av amboðunum, vit kunnu meta okkum eftir. Í 2015 hildu vit stand og vóru verandi á teim 22%-unum. 26 KOL - Diabetes átak, kanningar kring landið Fólkaheilsuráðið er eisini av teirri fatan, at vit eiga at fanga kroniskar sjúkur so tíðliga sum gjørligt. Her verður ikki bert hugsað um typu 2 diabetes, men eisini kroniskt obstruktiva. Átakið varð skipað, soleiðis at allir føroyingar í miðjum árum skuldu verða greiðir yvir sína støðu hesum viðvíkjandi og tí kundu taka annað skinn um bak viðv. lívsstíli og/ella verða settir í viðgerð. Vit vita, at serliga roykingin hevur ábyrgdina av umleið einum fjórðingi av øllum krabba og á leið tann sama partin av hjartaæðrasjúkum. ESPAD 2015 Eitt annað var tað, ið vit hoyra aftur frá skúlunum, og har sá rættiliga lovandi út, tá nakrir skúlar høvdu verið heilt roykfríir í 2014. ESPAD kanningin á vári 2015 staðfesti endaliga tað, vit frammanundan høvdu roknað við og vónað; har gjørdist sólskinssøgan veruleiki, tí dagligi roykjarin millum tey 15 ára gomlu gjørdi eitt risafet rætta vegin, frá 18,7 prosentum niður á 8,4 prosent. ESPAD kanningin verður gjørd saman við Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Tað er við loyvið frá Mentamálaráðnum, skrivað verður út til skúlaleiðslurnar undan jólum, so skúlaleiðslurnar vita av hesum í góðari tíð. ESPAD kanningin varð seinast gjørd í 2011. Fyrireikingar fóru eisini í gongd at gera screeningsátak fyri Kroniskt obstruktiva lungnasjúku og fyri Typu 2 Diabetes millum øll tey frá 35 ára aldri og uppeftir í Føroyum. Hetta skuldi gerast á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Suðuroyar sjúkrahúsi, í Runavík, í Havn, á Sandi og í Vágum og Vestmanna. 27 So varð gjørt, og í hesum tíðarskeiði var KOL-kanningin sett í verk, har einir 1.300 føroyingar vórðu kannaðir, og hóast ikki meir enn 45 fólk við minkaðari lungnafunktión vórðu funnin, so setti átakið í síni marknaðarføring týðilig spor eftir seg; ætlanin var eisini at gera Fólkaheilsuráðið sjónligt, við at seta fokus á henda heilsutrupulleika, og tað eydnaðist, har var sera nógv umtala í fjølmiðlulnum og málið var soleiðis nátt. Tað er nógv sum bendir á, at fólk, ið roykja illa hava ilt við at møta til slíkar kanningar, kanska tað er orsøkin til, at vit finna lutfalsliga fá, sum hava KOL, nevniliga at tey, sum kenna seg tyngdan av royking halda seg burtur frá kanningunum. diabetes, eina kanning av, hvørt tey hava diabetes ella ikki. Byrjað varð í Klaksvík. Har varð farið í gongd miðjan september 2013. Útvið endan av árinum høvdu vit nátt hvønn krók í landinum, og tá vóru tey 1300 nádd. Roykistoppskeið Xhale - skeið fyri ungdómsleiðarar Fólkaheilsuráðið skipaði fyri skeiði í februar 2014, har starvsfólk á læknamiðstøðum kring landið lærdu, hvussu samrøðast kann verða við borgaran um at leggja av at roykja. Skeiðið eitur: "Stutt samrøða um royking og roykistopp". Hetta eru ikki samrøður, sum er roykiavvenjing sum so, men heldur ein óbundin samrøða, har stungið verður út í kortið, hvussu skal farast at, og har ein ætlan verður løgd, hvussu borgarin kann gerast roykfríur. Tankin var at bjóða øllum, sum haldast at vera í vandabólkinum yvir 35 ár og roykja, til lungnafunktiónskanning. Eisini varð byrjað uppá kanning fyri tey, sum vóru prúð og likamliga óvirkin og kanska høvdu ættarbregði til Sera góð undirtøka var til skeiðið. 20 komu úr øllum landinum úr Suðri, Norðoyggjum, Eysturoy, Vágunum og Havnini. Skeiðshaldari úr Danmark frá Kræftens Bekæmpelse hevði skeiðið. 28 17-18 árs kanning ESPAD-kanning varð gjørd í apríl mánaði. Kanning varð gjørd á miðnámsskúlunum, umframt at oyðiblað varð sent út til tey, sum ikki eru knýtt at miðnámsskúlum, hesi eru tey, sum fødd eru í 1996. Soleiðis varð roynt at náa allan árgangin. Árgangurin telur 510 ung, og vit fingu svar frá 323 teirra, ið svarar til 63%. Lutfallið av teimum, ið vóru við í kanningini, verður mett at vera haldgóð umboðan í einari kanning sum hesari. Sama kanning hevur verið gjørd í átta EU-londum í 2003. Um roykingina er tað at siga, at gott 18% av teim 17-18 ára gomlu roykja dagliga. Samanbera vit hetta við miðaltalið fyri tey vaksnu í Gallupkanningini í august, so liggja tey ungu 4 prosentstig lægri. Samanborið við 9. floks kanning fyri fýra árum síðan, so er hetta eisini lægri. Harafturat skal havast í huga, at hesi eru trý ár eldri og sostatt skuldu verið komin betur í gongd við roykingina, aftur okkurt, ið bendir á eitt fall í hesum aldursbólki. Ætlanin var at halda fram við samstarvinum við "Kræftens Bekæmpelse" í 2015, har málbókurin skuldi vera fólk, sum burturav arbeiðir við ungdómum. So varð gjørt, og skeiðið varð hildið í mai við tólv luttakarum. Hetta gjørdist ein breið vifta í samanseting við lærarum, heilsustarvsfólki og øðrum bólkum við. Millenniumbørnini á Tórsvølli "Árgang 2000 átakið". Ein stevna varð gjørd á "firstclass" á heimasíðuni hjá føroyska skúlanum skulin.fo. Tað vóru 27 lærarar, sum játtaðu at taka sær av næmingunum frá árgangi 2000, og umvegis henda miðil skuldi verða samskift við teir. Hugsanin við hesum skeiðum er at geva henda førleika, har tørvurin er til staðar. Vit fara nú at steðga við at skipa fyri skeiðunum, samstundis sum vit rokna við at hava skapt ein tørv fyri hesum skeiðsvirksemi til onnur at skipa fyri í framtíðini - hugsað sum ein íblástur og ígongdsetan. 29 til. Miðað verður eftir einum góðum samstarvi við Nám, sum kann gerast hollur samstarvsfelagi í sambandi við at náa út til málbólkin. Átakið var eitt samarbeiðið millum fokusøkini hjá Fólkaheilsuráðnum, har umframt roykingina eisini kostur og rørsla komu inn í myndina. Eftir millenniumdagin, sum var 9. maj í Gundadali, eru vit ofta, tá vit verða úti á skúlunum møtt við spurninginum, nær verður ein slíkur dagur aftur? Tað er gleðiligt, tí tú hevur kensluna av, at øll tey knapt 800 børnini vóru sera væl nøgd við dagin. Árið undan millenniumdegnum sum var 9. mai 2014, var longu samband við toymi av lærarum úti á skúlunum, hesir nevndir undirsitarar høvdu vit á fundi, har avrátt varð, hvat ið skuldi gerast fyri stimbra árgangin. Man tað fara at eydnast at halda 2000 árgangin roykfrían? Tað verður spennandi at síggja í framtíðini. Øll grund er til at vera bjartskygdur. Dagurin bar ikki brá av at vera í sambandi við eitt tubbaksátak, tí ítróttin sum so var tað sum merkti dagin. Tó so, hvør einstakur næmingur var greiður yvir, hví hann var í Havnini til átakið, tí at forarbeiðið úti á skúlunum var gjørt á ein hátt, at ikki var ivi um hetta. Skipað varð eisini fyri myndatøku á Tórsvølli, har m-ið gjørdist eitt merki um dagin og átakið. Tað varð skipað fyri spurnablaðið, sum fór út til allar næmingarnar í 7. flokki. 500 av teimum 700 næmingunum, sum vóru í 6. flokki fyri summarferiuna, svaraðu spurnablaðnum. Tað vísir seg, at næstan ongin teirra roykir. Tað var bert ein roykjari, og nøkur fá, sum royktu onkuntíð. Hini royktu als ikki. Eisini varð roynt at fáa tilfar út í klassarnar, og her var firstclass eisini eitt gott amboð til samskifti. Millum annað vórðu fyri-sagnir og stílaevni løgd út á stevnuna, har undirsitararnir sum kontaktfólk fingu hetta tilfar í brúk í flokkunum. Samskiftið við skúlar, undirsitarar og næmingarnar eigur framyvir at verða høgt raðfest, so hesin millennium-árgangur verður hildin 30 Tað er landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum handar vinningarnar á torginum í SMS. Hetta hevur verið eitt gott høvi hjá honum at møta ráðnum í sínum arbeiði. Hildið verður fram við átakinum við tí í huga, at opið er fyri øðrum møguleikum og innihaldi. Lynn Reveal hevur skipað fyri degnum, í 2015 var so seinasta árið hjá henni, tá hon flytur heim til Canada at búgva. Teknikapping Á hvørjum ári skipar Fólkaheilsuráðið fyri teknikapping fyri børn. Hetta verður gjørt í sambandi við altjóða tubbaksfría dagin, sum er 31 mai. Kappingin er fyri tey, sum eru í aldrinum frá 0 til 14 ár. Tað eru tríggir bólkar: børn undir 7 ár, 7-10 ár og 11-14 ár. Ársins roykfríi skúli Á tubbaksøkinum hevur nógv virksemi verið um at finna ársins roykfría skúla, og tað tykist at verða ein góð søga, av tí at fleiri skúlaflokkar og ein skúli hava sagt frá, at teir eru royk-fríir. Átakakið Ársins roykfríi skúli hevur givið okkum møguleikan at royna ymiskar hættir, millum annað, hvussu vinningurin skal lutast út. Í tvey ár hevur hann verið handaður í Havnini, men eftir hondini eru vit farin út á skúlan, har vinningurin hevur 31 Mín besti vinur verið ein konsert, umframt eina heiðursplátu, sum verður sett upp á skúlanum. Átakið fevnir um allar 5. - 10. flokkar kring landið. Átakið hevur vakt stóran áhuga hjá fólki og ikki minst hjá miðlunum, sum hava dekkað væl, har fokus enn einaferð hevur verið sett á roykfrítt umhvørvi. Áður var Mín besti vinur ein leikur, sum ferðaðist kring landið sum leikur, men í hesum átakinum er farið yvir til eina Átakið hevur øll árini verið út á heystið. Tann roykfríi skúlin merkir, at ein flokkur meldar seg til at vera roykfríur frá byrjan av september til byrjan av oktober., t.v.s. í ein kalendaramánaða. Í grundini er tað eingin eftiransing annað enn upp til teirra egnu samvitsku, um tað í veruleikanum er so, at tey eru roykfrí. Tað hevur variera millum 30 og 70 skúlaflokkar, ið hava meldað seg til. Vit vilja tað besta fyri okkara ungu. Tey skulu hava gott í beinini, ikki roykja, ikki nýta rúsevni, ikki eta ósunt og so framvegis. Samstundis vaksa tey upp í einum samfelag, har tey fáa møguleikan at velja júst hetta. At tubbak er heilsuskaðiligt er alment og ein sannroynd. Tíðin og vísindin hevur staðiliga prógvað tað. Men tað er lógligt at roykja, um enn tað ikki er ráðiligt. Og tað eru júst ráðini, at velja tubbak frá, ið Fólkaheilsuráðið við hesum vil geva. 32 Herferðin er fyri 5. floksnæmingar Tað eru ikki nógv børn sum ganga í 5. flokki, ið roykja, men tað vísir seg, at tað er í hesum aldrinum, at áhugin fyri sigarettum byrjar. Átakið er, umframt filmin Mín Besti Vinur, sum verður vístur fyri børnunum í 5. flokki, ein snapchat brúkari `bestivinur', sum øll, ið hava snapchat, kunnu fáa sær sum vin, klistrimerki o.a. Filmurin kemur inn á evnið bólkatrýst. Børn halda, at hini sleppa meira. At hini, sum ganga á øðrum skúlum gera meira enn tey sjálvi - roykja, drekka brenninvín o.l. Tað passar ikki, men tað er ein púra vanlig misskiljing hjá flestu børnum. Og eftirsum øll børnini halda, at hini sleppa meira, verður tað eisini til ein ávísan sannleika. Og til eitt trýst á tey um sjálvi at royna. Hetta vísir filmurin á, og hetta kunnu tit siga við børnini. Hagtøl vísa, at hugburðurin til royking heima hevur stóran týdning - hvørt børn byrja at roykja ella ikki. Lat barnið/ungdómin ikki roykja heima og lat tað als ikki vera góðtikið, at tað roykir. Hagtøl vísa eisini , at ung, ið ikki sleppa at roykja heima, ikki byrja at roykja. Hetta ljóðar einfalt, og tað er tað eisini. Men tað vísir seg tíverri, at foreldur geva eftir. Møguliga foreldur, ið sjálvi roykja. Hetta bræv er meint sum ein áheitan og ein stuðul til tykkara at standa fast í móti roykingini. Samstundis vilja vit heita á tykkum um at tosa opið 33 við børnini, um tey hava spurningar um royking,um herferðina ella um filmin. So herferðin heldur fram í heimunum. Fólkaheilsuráðið er av teirri fatan, at vit eiga at brúka enn meira orku til at fáa roykingina at minka skjótt her í landinum. Hon er heilt greitt ein meginheilsutjóvur. Vit vóna, at eingin í okkara komandi ættarliði byrjar at roykja. Roykiátakið "Kom og legg av 2016" KOL- & Diabetesátakið 2013 - frágreiðing jan. 2014 SMS-skipanin er alla tíðina tøk hjá fólki, har meldast kann til skipanina alt árið. Í ár hava eini 50 brúkt skipanina frá byrjan til enda. Serstakliga verður lýst í endanum av árinum, tá væntast kann nakað væl av tilmeldingum um ársskiftið. Lýst verður á portalunum og heilsíðu lýsingar í bløðum, umframt umtalu í miðlunum. Seinastu tvær vikurnar av desember eru okkurt um 250 roykjarar, sum hava meldað til skipanina. Í september í ár fór Fólkaheilsuráðið undir KOL / Typa2 diabetes átakið 2013 kring landið. Diabetes ella sukursjúka og kronisk obstruktiv lungnasjúka, ella roykjaralungu eru fólkasjúkur. Báðar hesar sjúkur eru soleiðis, at fólk kunnu hava tær uttan at vita tað ella geva sær fær um tað. Men við tað at báðar sjúkurnar kunnu bøtast munandi, um rætt verður borið at, er tað umráðandi at ávísa tær so tíðliga sum møguligt. Tí tá fólk hava fingið at vita, at tey hava eina sjúku, taka summi annað skinn um bak og broyta lívsstíl og byrja harumframt at taka heilivág, sum fyribyrgir tær avleiðingar, sum annars eru væntandi. Fólkaheilsuráðið fór undir hetta átak fyri at gera vart við hesar báðar sjúkur í almenninginum. Hugsanin var, at við at kunngera kanningarmøguleikan, so gjørdu vit eisini fólk varug við hesar sjúkur, sum fólk so sjálvi kundu meta um, hvørt tey vóru í vandabólki ella ei. Fyri diabetes er tað ættarbregði, fiti og likamsóvirkni. Fyri KOL ella bronkitis er tað stórt sæð bara tubbaksroyking. Mett varð, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað. Ilt er at siga hvussu nógvir føroyingar 34 hava KOL, men brúka vit donsk tøl at miða okkum eftir, eru tað umleið 3000, ella nakað tað sama sum talið av fólki við typu 2 diabetes. boð vænta teimum, og soleiðis lata tey vera við at koma til kanningina. Fólkaheilsuráðið setti sær fyri at finna nøkur av hesum fólkunum, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Roknast kann við, at talið fer at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna. Vit valdu at gera eina kanning, sum vit rópa eina screening. Tað merkir, at øll sum hava hug, kunnu koma til eina sera einfalda og stutta kanning. Úrslitið kunnu fólk so brúka til at miða seg eftir, soleiðis at skilja, at um okkurt er órættvorið, ella liggur á markinum, biðja vit tey fara til nærri kanningar hjá sínum kommunulækna. Vit valdu at máta HbA1C í einum blóðsdropa úr fingrinum, og við hesum kunnu vit siga, hvat blóðsukurið hevur verið í miðal seinastu mánaðirnar. Hetta er eitt rættiliga eftirfarandi mál fyri, um sukurstoffskiftið er sum tað skal vera ella ikki. Vit flokkaðu fólk í 3 bólkar: tey normalu, tey sum høvdu sukursjúku og tey, sum høvdu byrjandi sukursjúku - eru í einum forstadium, so at siga. Vit kannaðu lungnafunktiónina við at gera eina sonevnda spirometri, t.e. at persónurin skal anda so hart út sum hann orkar. Um lungnapípurnar eru vorðnar ov trongar av t.d. royking, so tekur tað longri tíð at fáa luftina út - og tað er tað vit rópa kronisk obstruktiv lungnasjúka ella KOL. Hetta slagið av diabetes er nær tengt at lívshátti. Týdningarmiklastu vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymiskar komplikatiónir og fylgisjúkur. Ráðið setti sær eisini fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúka), ella "Roykjaralungu", sum tað eisini verður nevnt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum, eitt pakkaár er 20 sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KOL. Screeningin byrjaði í september og endaði fyrst í desember, og tá vóru 1295 fólk kannað fyri KOL- og Typu2 diabetes. Hetta er nakað meiri, enn miðað var eftir í fyrstani. Vit høvdu roknað við einum túsund fólkum, men tá gongd var komin á átakið, varð hildið fram eitt sindur inn í desember. Nú eru so tølini tøk og kunnu vera við til at økja um vitanina innan hesi bæði øki. Vert er at leggja afturat, at tey sum eru ringast fyri, halda seg ofta aftur at koma til slíkar kanningar og ger tað, at vit ikki fáa fatur á øllum. Nøkur eru ivaleyst bangin fyri, hvørji 35 TYPA2 DIABETES KANNING Á staðnum fingu tey, ið kannað vóru, úrslitið - sí omanfyri. Hvørt lungnafunktiónin var normal, eitt sindur minkað, ella um hon var stórliga minkað. Eisini fingu tey at vita tølini. Mált varð, hvussu stórur lungnakappasiteturin var í litrum, og hvussu nógv varð blást fyrsta sekundið. Eitt týdningarmikið parametur var eisini, hvussu lutfallið millum hesi bæði seinastu var. HbA1C mmol/mol: 48 ella meiri er:_____ títt virði Kanningin vísir, at tú hevur typu2 diabetes, tí mæla vit til, at tú setir teg í samband við egnan lækna til nærri kanning og viðgerð. Í sambandi við typu2 diabetes varð eisini upplýst, hvønn av teim trimum bólkunum, tey komun undir, har eisini talið fyri blóðsukrið seinastu mánaðirnar var. Av hesum, sum eru oman fyri 48 mmol/mol í HbA1C - kanningini, og vórðu rádd at fara til egnan lækna til nærri kanning Oyðiblaðið sæst omanfyri - á mótsættari síðu var ein strikumynd - sí niðanfyri-, sum lýsir gongdina hjá roykjarum versus ikki roykjarum, og hvat ið verður rátt til, um vandi er á ferð. 36 Typa2 diabetes og viðger, vóru 20 í tali. Samstundis fingu hesa at vita sítt egnað tal roknað í mmol/mol. Av teimum 1269 fólkunum, sum kannað vórðu, vóru tíggju, sum vistu tað frammanundan, at tey høvdu diabetes, og vóru longu í viðgerð, tó í onkrum føri var ikki fylgt upp, ella vóru ikki stillað. Hesi kundu verið sorterað frá í tilmeldingini, men fyri størsta partin var upp til fólk sjálvi at meta um, hvørt tey vóru í vandabólki ella ikki. ____________________________________________ ________________ HbA1C mmol/mol: 42 - 47 er:_____ títt virði Aldursmarkið varð sett til 35 ár, tó nøkur fá undir tann aldur vórðu eisini kannað, um onkur serliga góð grundgeving var fyri tí. Hetta kundi til dømis verið diabetes í familjuni, lítil rørsla ella yvirvekt. Tú ert møguliga í einari byrjanar støðu til typu2 diabetes, vit mæla til, at tú letur teg kanna eina ferð um árið hjá tínum lækna. Av hesum, sum eru millum 42 og 47 mmol/mol í HbA1C kanningini, og vórðu rádd at fara til egnan lækna einaferð um árið, vóru 58 í tal. Samstundis fingu hesi at vita sítt tal roknað í mmol/mol. HbA1C mmol/mol: 41 ella minni er:_____ Úrslitið var sostatt, at 5,9% av teimum, sum kannað vóru, høvdu annaðhvørt diabetes ella vóru á einum byrjunarstøði til typu2-diabetes. Talan var um 76 persónar. títt virði Tú hevur ikki tekin til typu2 diabetes ella byrjandi diabetes. Tann stóri hópurin fekk at vita, at tey ikki høvdu tekin til diabetes ella byrjandi diabetes. 37 Kronisk Obstruktiv Lungnasjúka Typa2 diabetes kanning Íalt 1242 fólk vórðu kannað við spirometri. Av teimum høvdu 11 (0,9%) eina lungnafunktión, sum er undir markinum fyri KOL ( tað er, at FEV1/FVC er undir 70 %, ella við øðrum orðum minni enn 70 % av allari luftini kundi blásast út eftir einum sekundi). 34 ella 2,9% høvdu FEV1/FVC millum 70 og 80%. Restin av teimum kannaðu lógu í normaløkinum. 20 58 eingi tekin uppá diabetes typu2-diabetes og byrjunarstøði Fólk vóru spurd um royking. Ein triðingur svaraði, at hann ongantíð hevði roykt. Ein stívur fjórðingur roykti kanningardagin, og restin vóru fyrrverandi roykjarar. Hetta skal sjálvandi takast við fyrivarni, tí øll vistu, at vit serliga vóru áhugað í at fáa roykjarar til kanningar. Hin vegin eru hesi tøl ikki so fjar frá tí, sum vit vita frá eini Gallup kanning í august 2013 - tá royktu 27% dagliga. byrjunarstøði 1191 Typa2 diabetes kanning - strikumynd 100 78 80 45 58 60 40 normal lungnafunktión 20 20 minkað lungnafunktión 0 Hava diabetes 48+ mmol/mol byrjunar støða 42-47 mmol/mol funnin tilsamans 1197 38 vunnnið, um fólk í vandabólki fyri sukursjúku fara og lata seg kanna. Niðanfyri hava vit týtt eitt nógv brúkt spurnablað til føroyskt. Hetta spurnablaðið er soleiðis sett saman, at tað rættiliga væl kann forútsiga, um ein persónur hevur diabetes. Tað er tó ikki nóg mikið við spurnablaðnum at stilla slíka diagnosu, men skora fólk høgt á hesum spurnablaði, fara vit staðiliga at heita á tey um at fara til lækna at lata seg kanna. Kanning fyri KOL - roykjaralungu strikumynd FEV1/FVC 70-79 er eitt sindur minkað lungnafunktión FEV1/FVC undir 70 er stórliga minkað lungnafunktión 50 40 45 34 Sama kunnu vit siga um KOL kanningina. Her funnu vit bert 11 fólk, sum lúka diagnostisku krøvini til KOL. Tað er ein sannroynd, at næstan allir tilburðir av KOL standast av royking og fremsta ráðið til teirra, sum hava ávirkaða lungafunktión (og øll enn frísk eisini) er at gevast at roykja. Tað er okkara vón, at hetta átak, soleiðis sum tað hevur verið lýst í lýsingum, tíðindaskrivum og aðrari umrøðu millum fólk, hevur varpað ljós á ta sannroynd, at KOL næstan altíð er tað sama sum roykjaralungu. Fólkaheilsuráðið fer í vár saman við Krabbameinsfelagnum at bjóða starvsfólkum hjá kommunulæknum at koma á skeið til tess at gerast betur før fyri at hjálpa sjúklingunum at halda uppat at roykja. 30 20 11 10 0 FEV1/FVC 70-79 FEV1/FVC undir 70 tilsamans Niðurstøða Vit funnu so við hesum átaki 20 fólk, sum høvdu typu2diabetes. Harumframt funnu vit 58, sum høvdu byrjandi diabetes ella fordiabetes. Hetta er sjálvandi langt frá teimum 1000, sum vit hava roknað okkum til mugu ganga við diabetes uttan at vita tað. Hin vegin vóna vit, at henda herferðin hevur varpað ljós á hesa skjótt vaksandi fólkasjúku og við tí fingið fólk at fara til lækna at lata seg kanna fyri sjúkuna, sum kann viðgerast effektivt, soleiðis at tað slepst undan øllum trupulleikum, sum óviðgjørd sukursjúka hevur við sær - hjartaæðrasjúkur, vánalig sjón og nervabruni í útlimum. Nógv er Fólkaheilsuráðið takkar við hesum øllum teimum, sum hava hjálpt til at hetta átak eydnaðist: fólk, sum komu til kanningar, stovnar, sum hava lænt okkum høli, starvsfólkini øll og eisini miðlarnir, sum hava umrøtt átakið. Pál Weihe, formaður 39 Kanning í 7. flokkunum kring landið Frágreiðing almannkunngjørd 30. desember 2013: Næmingarnir í 7. flokki kring landið hava verið við i eini kanning viðvíkjandi royking. úrslitini sum verða á heimasíðuni næstu dagarnar benda á, at einki verður roykt í hesum aldursbólki. Tað var í Visjón 2015, at landsstýrismaðurin setti sær hetta mál, at allur 2000-árgangurin skuldi vera roykfríur. Hetta var eitt av økjunum, vit hava arbeitt við í 2013 og fara at halda fram komandi vár. Spurnarkanningin í juni: Spurningarnir vórðu svarðir ónavngivnir. Við í kanningini vóru 488 út av 770 næmingum í 7. flokki í øllum landinum. Nakrir vóru ikki við, og onkur stórur skúli valdi ikki at vera við í kanningini, tá vóru longu 50 næmingar farnir burturúr. Tey, sum svaraðu, vóru fyri størsta partin heilir flokkar, so tað var ikki soleiðis, at nøkur valdu ikki at svara, tí at tey royktu. Prosentvís skuldi hetta verið umboðandi fyri støðuna í 7. flokki runt landið. Roykir tú? - Her vóru fýra svarmøguleikar: Ja, dagliga Ja, men ikki hvønn dag Nei, men havi roykt fyrr Nei, havi ongantíð roykt 40 Ja, nógv - Nei, næstan ikki - Ja, ein part av degnum - Nei, ongantíð Eingin stabbi er fyri fyrsta svarið, hetta av teirri grund, at eingin var, sum roykti dagliga. Tað var ein út av 488 næmingum, ið segði seg roykja, men ikki hvønn dag. Fyri tey flestu av teimum 32, ið søgdu seg hava roykt fyrr, var henda viðmerking, at tey høvdu roykt á nýggjárinum, hetta í sambandi við at festa í fýrverk. Skemtiliga kann sigast, at hesi hava lagt av sama dag, tey vóru byrjað og eftir øllum at døma, vildu endurtikið tað sama árið eftir, so hesi 32 av 488 kunnu valla kallast roykjarar. 250 211 200 ja, nógv 144 150 nei, næstan ikki 85 100 50 Roykir tú? 45 ja, ein part av degnum nei, ongantíð 0 500 Ert tú nógv saman við fólki, sum roykja? 400 300 200 100 Spurt varð millum næmingarnar: "Ert tú saman við fólki, sum roykja?". Tey, sum svaraðu ongantíð og næstan ikki, eru 354 av 488. Tað eru færri og færri, sum roykja innandura. Hetta er ivaleyst orsøkin til, at stabbarnir ongantíð og næstan ikki, eru hampuliga høgir. Tað er tíðiligt, at gongdin er meiri og meir, at ikki verður roykt innandura. Roykir tú? 0 ja, dagliga ja, men nei, men nei, havi ikki havi roykt ongantíð hvønn fyrr roykt dag Talið á teimum næmingum, sum eru saman við fólki, sum roykja og svara spurninginum: "Ja, nógv" er niðanfyri 10%. Hetta hevði ikki verið fyri bert fáum árum síðan. Tey sum siga seg vera saman við fólki, sum roykja "Ein part av degnum" eru 17%. Málið er sjálvsagt, at ung fólk sum hesi, ið ganga í 7. flokki, áttu heilt at sloppið frá passivari royking. Gongdin er tó rætta vegin, krøvini til roykjarar eru størri nú, enn tey hava Av hesum kann henda niðurstøða gerast, at 0,2% av næmingunum í núverandi 7. flokki roykja, men ikki hvønn dag. Tað er so okkara vón, at hetta fer at standa við. Ert tú saman við fólki, sum roykja? Fýra svarmøguleikar: 41 verið - so tað glottar fyri framman, vit fara eftir hondin at síggja fram um nøsina fyri royki. Eini hundrað hugsa um heilsuvandan, hesi kunnu til dømis vera bangin um foreldrini, um tey roykja, og hvørjar avleiðingar, tað kann hava. Lukturin tykist at vera tað, sum hesi í 7. flokki hugsa mest um og eru ávirkað av, tað vóru fleiri enn 300, ið svaraðu ja til henda spurning. Eini tvey-hundrað siga seg hosta, tá tey eru undir ávirkan av royki. Tað sigur, at tað enn eru mong, sum eru útsett fyri passivum royki. Hevur tú trupulleikar av at onnur roykja? 300 Roykir nakar heima? 200 100 0 ja, ofta ja, við hvørt Roykir nakar heima? nei, als ikki 250 245 Hvørja ávirkan hevur roykur á teg? 240 500 450 400 350 300 250 200 150 100 50 0 235 230 nei ja Her er so nøkurlunda javnt ímillum ja og nei. Niðanfyri er ein útgreining av, hvør tað er, sum roykir heima, og hvussu býtið ímillum hesi er. nei ja 42 vunnið, og tað er at gleðast um. Kemur fyrst ferð á, og vit varðveita hesa gongdina, ja so er einki óført. 500 400 300 200 nei 100 ja Hesin árgangur er longu sendifólk fyri sakina. Tey skulu vera fyrimyndin hjá teimum yngru flokkunum, sum koma eftir tey, samstundis sum tey skulu halda tey, ið eru eldri enn tey sjálvi, í ábyrgd fyri somu søk, bæði børn og vaksin. 0 2015 Visjónin - dagført í mun til frágreiðingina: Sum sæst her, so roykir mamma meira enn pápi. Tá tað kemur til systkin, so eru beiggjarnir raskari at roykja, enn systrarnar. Onnur sum roykja eru øll onnur, sum kunnu vera tey, sum búgva har, ein pápabeiggi ella ein abbi og so framvegis. Minni enn ein triðingur av foreldrunum roykja, mamma 24% og pápi 22%, hetta liggur eitt sindur lægri, enn seinastu tølini fyri, hvussu nógv tey vaksnu roykja í Føroyum. ESPAD - European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs - verður gjørd av Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. 35 lond í Evropa eru við í hesum kanningarsamstarvinum. ESPAD kanningin, sum er fjórðahvørt ár, rakar árgangin beint við síðuna av, ESPAD-bólkurin er eitt ár eldri, tey eru fødd í 1999. Seinasta kanning var ikki góð samanborið við grannalondini, tí í 2011 vísti hon, at okkara 15 ára gomlu lógu á 18,7%, tað eru tey, sum roykja. Kanningin á vári 2015 gevur okkum góðar vónir um 2000 árgangin, tí tey 15 ára gomlu eru nú komin heilt niður á 8.4%, eitt fall uppá 10,3%. Hetta vóru stór tíðindi at bera beint fyri summarfrítíðina. Framtíðarútlitini Stórar ætlanir eru við 2000-árganginum, sum er roykfríur og skal halda fram við at vera tað. Fólkaheilsuráðið er úti í hvørjum króki í landinum, har ráðið hevur sítt læraraumboð í næstan øllum skúlum í landinum. Tað er hugaligt at hoyra frá teimum, sum arbeiða við børnum, at næstan eingin teirra roykir longur. Hava avmarkingarnar í roykimøguleikum gjørt, at minkingin er so markant, at hetta longu byrjar at virka á ungdómin, tá hugsað verður um tey 15 ára gomlu, so er nógv Um vit fáa hildið 2000-árganginum til, so eru vit komin niðurum 5%, har Ísland liggur sum eitt av teim bestu londunum á okkara leiðum. 43 Vinnarin varð funnin í Fuglafirði Hjørdis var hepni vinnarin Útvið 500 næmingar í 7. flokki hava verið við í kappingini um ein ipod, og tað var Hjørdis á Dalbø Gregersen, sum var hepni vinnar-in. Vit vóru í morgun í skúlanum í Fuglafirði, hetta var júst eftir, at tey vóru komin aftur frá jólagudstænastuni, at allir næmingarnir í 7. flokki fingu hvør sína t-shirt við áskriftini "Árgangur 2000 - roykfríur". Eisini var 2. og 3. virðisløn latin tveimum næmingum Hetta var ein bók við ævintýrum. Næmingarnir í 7. flokki kring landið hava verið við i eini kanning viðvíkjandi royking, úrslitini sum verða á heimasíðuni næstu dagarnar benda á, at einki verður roykt í hesum aldurbólki. Tað var í Visjón 2015, at Landsstýrismaðurin setti sær hetta mál, at allur 2000-árgangurin skal vera roykfríur. Hetta er eitt av økjunum, vit hava arbeitt við í ár og fara at halda fram komandi vár. 44 Fólkaheilsukanning Umleið miðjan september í ár sendu Fólkaheilsuráðið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu út spurnablað til 4.605 tilvildarliga valdar føroyingar, sum eru 18 ár og eldri. Spurnablaðið er um heilsuviðurskifti, livivanar og um viðurskifti av týdningi fyri heilsuna hjá føroyingum. Ørindi okkara eru at lýsa heilsustøðuna í Føroyum, sum hon er nú. Seinast, vit gjørdu slíka kanning, var í 2006/2007. Fyri at kunna samanbera við onnur lond hava vit valt at brúka eitt spurnablað, sum bleiv brúkt í landsumfatandi kanning í Danmark í 2013 við heitinum "Hvussu hevur tú tað?" Tó eru nakrir spurningar tillagaðir, soleiðis teir hóska til føroysk viðurskifti, eitt nú matvanar. Hesir saman við øðrum spurningum eru lagdir afturat kanningini. Fyri at fáa eina neyva mynd av heilsustøðu føroyinga og fyri at kunna gera haldgóðar niðurstøður er umráðandi, at minst tveir triðingar svara spurnablaðnum. Kanningin er heilt navnloynd, og tað merkir, at navnið á borgaranum, sum svarar, ikki framgongur í svarinum. Kristina Thomassen, bachelor í fólkaheilsufrøði, Ólavur Jøkladal, cand. mag., og Pál Weihe, yvirlækni og formaður í Fólkaheilsuráðnum gera kanningina fyri Fólkaheilsuráðið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Eftir ætlan fara vit at almannakunngera úrslitini seinni í ár. Tað verður gjørt í fjølmiðlunum, men eisini verður møguligt at síggja heildarúrslitini á heimasíðunum www.folkaheilsa.fo og 45 www.health.fo. Tað fer ikki at bera til at síggja svarini hjá einstaklingum og harvið gita seg fram til, hvør hevur svarað. Vísindavøkan 2014 - 17-18 árs kanningin Tøl og tendensir úr 17-18 árskanningini vórðu løgd fram á Vísindavøkuni í september mánaði, og ógvuliga hóskandi vóru júst hesi við millum áhoyrararnar, nevniliga tey, sum vit høvdu kannað í apríl. Vit fingu soleiðis í knappari vending og skjótt borið nakað aftur av tí, vit høvdu fingið inn í tølum. Tað hevur stóran týdning at miðla kanningarnar, soleiðis at tær gerast sjónligar, ikki minst yvir fyri teimum, sum brúka tíð og orku uppá at svara teimum spurningum, ið settir verða. Framløga: Ólavur Jøkladal, cand. mag.: 46 47 48 49 50 Gallupkanning 2015 51 52 53 54 55 56 57 58 59