EIGARAPOLITIKKUR LANDSINS Frágreiðing og tilmæli frá embætisbólki Apríl 2018 Fororð í samgonguskjalinum er avtalað, at eigarapolitikkur skal orðast fyri almennar fyritøkur, grunnar o.a. Landsgrannskoðanin hevur eisini viðgjørt serliga fyrra spurningin í Frágreiðing um leiklutin hjá landinum í partafeløgum hjá landinum, grunnum og øðrum virkiseindum. Grundað á hesa frágreiðing, heitti Løgtingið í løgtingsmáli 80/2014 á landsstýrið um at orða ein eigarapolitikk fyri nevndu feløg, grunnar o.a. Ein tvørgangandi embætisbólkur hevur gjørt frágreiðing og orðað uppskot til eigarapolitikk. Frágreiðingin og tilmælini um eigarapolitikk eru leiðreglur fyri samspælið millum avvarðandi landsstýrimann og leiðsluna hjá felagnum og leiðreglur fyri leiðslu av feløgunum. Eigarapolitikkurin fevnir um vinnufyritøkur hjá landinum, sum eru skipaðar uttan fyri vanligu landsumsitingina í partafelag ella í líknandi felagsformi. Embætisbólkurin hevur ikki lýst, um ávísar almennar fyritøkur, hvørs uppgávur eru vinnuligar heldur enn almennar, kunnu verða einskildar, men hevur yvirskipað nomið við spurningin um einskiljing. Uppskotið til eigarapolitikk og uppskot um at seta í gildi serligu reglurnar í vinnufelagalógini og ársroknskaparlógini hevur verið til ummælis hjá vinnufeløgum landsins, og embætisbólkurin hevur havt fundir við feløgini. Tórshavn, 6. apríl 2018 Embætisbólkurin Innihaldsyvirlit 1. Inngangur 1.1. Bakstøði Landið eigur allan partapeningin í níggju partafeløgum og er minnilutaeigari í fimm partafeløgum, umframt at landið eigur ella á annan hátt hevur áhugamál í sjey vinnuligum stovnum og grunnum. Hesi feløg, grunnar o.a., sum árliga hava ein umsetning upp á 2,5 mia. kr., ein samlaðan eginpening upp á uml. 4 mia. kr. og eru arbeiðspláss hjá uml 1.100 fólkum, hava stóran búskaparligan týdning. Feløgini eru á markinum millum almenna og privata geiran. Øðrumegin røkja tey uppgávur av almennum slag, t.e. uppgávur, sum hava stóran týdning fyri ein breiðan skara av fólkinum og hinar partarnar av vinnuliga geiranum, og hvussu hesar uppgávur verða røktar hevur tí stóran almennan áhuga. Samstundis verður virksemið í høvuðsheitum rikið undir somu korum, sum í privata geiranum. Harumframt er leiðsla og ábyrgdin av fyritøkunum hjá feløgunum eftir vinnufelagalógini brot á vanliga uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum Løgting, landsstýrismann og fyrisiting, sum kann skapa iva um, hvør skal taka stig, um feløgini ikki verða rikin, sum væntað. Feløgini eru tí oftani í brennideplinum, og krøv og væntanir um, hvussu uppgávurnar skulu verða loystar, sum borgarar og politiska skipanin seta, eru tí øðrvísi enn tey, sum sett verða privatum vinnufeløgum. Tað kann hinvegin hava fleiri fyrimunir við sær at leggja virksemið í partafelag ella líknandi felag. Størri tyngd á handilslig atlit í sambandi við avgerðir viðvíkjandi rakstri og íløgum hevur við sær størri effektivitet og lægri prísir og góðsku í samsvari við tað, sum brúkararnir spyrja eftir. Landsins eigaraleiklutur eigur tí at verða útintur soleiðis, at teir fyrmunir, sum liggja í at nýta partafelagið, fáast burturúr, og at tað í mest møguligan mun slepst undan vansunum. Lógarkarmar At landið skipar virksemið í partafelag ella líknandi felag hevur við sær, at tað eru reglurnar fyri privat vinnuvirksemi, t.e. serliga vinnufelagalógin og ársroknskaparlógin, sum galda fyri leiðslu og figgjarstýring av virkseminum og ikki játtanar- og roknskaparreglurnar og organisatorisk skipan, sum galda fyri almennu fyrisitingina. Heldur ikki galda vanligu fyrisitingarligu reglurnar fyri almennu fyrisitingina, m.a. fyrisitingarlóg og innlitslóg, og almenningurin hevur tí ikki innlit í virksemið hjá feløgunum eftir teimum reglunum. Nýtsla av partafelagnum sum formligum karmi um fyritøkuna merkir tí, at virksemið varður lagt út um vanligu fyrisitingina til eina sjálvstøðuga leiðslu, og at rætturin hjá landinum at taka avgerðir viðvíkjandi felagnum verður útintur á aðalfundinum, herundir at velja nevnd, og at tað er nevndin, sum hevur ábyrgdina av yvirskipaðu leiðsluni av felagnum. Landsstýrið og løgting hava sostatt ikki tey stýrings- og eftirlitsamboð við virkseminum í partafeløgum hjá landinum, sum hesir stjórnarstovnar hava við virksemi, sum verður framt innan fyri vanligu fyrisitingina hjá landinum. Heldur ikki hevur almenningurin, eins og tá tað snýr seg um almennu fyristingina, rætt til innlit í virksemi, sum er lagt til partafelag hjá landinum. Av vinnufelagalógini fylgja ikki ávísar skyldur og ábyrgd hjá avvarðandi landsstýrimanni, men slíkar 7 skyldur og ábyrgd mótvegis Løgtinginum fylgja av starvsinnihaldi hansara sbrt. løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins. Løgtingið hevur eftirlit við, at landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt, og Løgtingið kann gera rættarliga ella politiska ábyrgd galdandi mótvegis landsstýrismanninum. Er virksemið lagt í partafelag, mugu stýringin og eftirlitið verða útint á øðrvísi hátt, enn tá virksemið verður framt av vanligu fyrisitingini hjá landinum. í mun til partafeløg hjá landinum fylgir av skyldum landstsýrismansins eftir starvsinnihaldi hansara, at fíggjarligu áhugamál landsins og onnur áhugamál hjá landinum í felagnum verða røkt á fullgóðan hátt. Avvarðandi landsstýrismaður hevur tí m.a. skyldu til: at velja eina nevnd við hóskandi førleikum, at hava eftirlit við fíggjarligu gongdini í felagnum, at taka neyðug stig, um fíggjarligu áhugamál landsins í felagnum koma í vanda. Góð virkisleiðsla (Corporate Governance). Tað at ein fyritøka er skipað í partafelagsformi, og at leiðslan av felagnum er løgd til eina professionala nevnd og stjórn, sum er ymisk frá eigarunum, hevur við sær avbjóðingar viðvíkjandi spurninginum um, hvussu tað verður tryggjað, at leiðslan rekur felagið í áhugumálunum hjá eigarunum og ikki røkir egin áhugamál. Hetta er grundleggjandi spurningurin um góða virkisleiðlu (Corporate Governance). Tá tað almenna er eigari, eru nevndu avbjóðingar størri. Eigara- og leiðsluviðurskiftini eru tá meira samansett, og almenn feløg hava ofta eisini onnur endamál enn bert reint handilslig. Altjóða felagsskapir, eitt nú OECD, og fleiri lond, herundir norðurlond, hava givið út tilmælir um virkisleiðslu í skrásettum feløgum, og harumframt serlig tilmælir um virkisleiðslu í almennum vinnufeløgum. Frágreiðing Landsgrannskoðarans og løgtingssamtykt í mai 2014 gav Landsgrannskoðanin út Frágreiðing um leiklutin hjá landinum í partafeløgum hjá landinum, grunnum og øðrum virkiseindum. í frágreiðingini varð víst á, at tað eru ongar leiðreglur í Føroyum um virkisleiðslu í vinnufeløgum hjá landinum, og mælt varð til, at tað verður orðaður ein eigarapolitikkur um hetta. Eisini varð mælt til, at landsstýrismaðurin sambært § 303 í vinnufelagalógini setur reglurnar í vinnufelagalógini og ársroknskaparlógini í gildi. í apríl 2015 samtykti Løgtingið (løgtingsmáli nr. 80/2014, uppskot til samtyktar frá Løgtingsgrannskoðarunum, og við støði í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini), at landsstýrið leggur frágreiðing fyri Løgtingið um virkiseindir, sum landið eigur ella á líknandi hátt luttekur í. 1.2. Arbeiðssetningur og arbeiðið við uppskotinum 8 Landsstýrismaðurin í vinnumálum setti á heysti 2014 embætisbólk at gera uppskot um eigarapolitikk landsins. Eigarapolitikkurin skal eftir arbeiðssetninginum m.a. fevna um, hvussu landsins eigaraskapur eigur at verða útintur í førum, tá virksemið hjá landinum er skipað uttan fyri vanligu landsumsitingina, í partafelagsformi ella líknandi vinnufelagsformi. í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn frá 14. september 2015 er avtalað, at: Ein eigarapolitikkur skal orðast fyri almennar fyritøkur, grunnar o.a., sum eisini skal lýsa, um ávísar almennar fyritøkur, hvørs uppgávur eru vinnuligar heldur enn almennar, kunnu verða einskildar. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálumálum avgørdi á heysti 2015, eftir kunningá landsstýrisfundi um tað, at embætisbólkurin skuldi halda fram við arbeiðinum eftir sama arbeiðssetningi, og at málið um at lýsa, um ávísar almennar fyritøkur kunnu verða einskildar, verður tikið upp fyri seg. Lógarkarmarnir í vinnufelagalóg og ársroknskaparlóg eru rúmligir, og tað eru nógvir møguleikar hjá einstaka felagnum innan fyri hesar at gera ein leist fyri, hvussu leiðslan skal útinnast í praksis, sum hóskar best til tað einstaka felagið. Uppgávan hjá embætisbólkinum hevur verið, innanfyri givnu lógarkarmarnar, at gera uppskot til tilmælir (leiðreglur) um praktisku útinnanina av landsins eigaraleikluti, og landsins nýtslu av partafelagnum sum karm um vinnuligt virksemi. Tilmælini eru ikki bindandi lógarreglur, sum tað er skylda at fylgja, men tilmælir, sum tað er skylda at taka støðu til, og at grundgeva fyri, um tilmælini ikki verða fylgd; sonevnd soft law. Uppskotið til eigarapolitikk setur sostatt ein almennan leist fyri praktisku útinnanina av landsins eigaraleikluti, og fyri landsins nýtslu av partafelagnum sum karm um vinnuligt virksemi; ein leistur, sum skal tillagast og gjøgnumførast fyri hvørt felag sær. Embætisbólkurin hevur í arbeiðinum at gera uppskot til eigarapolitikk landsins í stóran mun styðjað seg til tilmælini hjá OECD um virkisleiðslu í almennum vinnufeløgum, The OECD Guidelines on Corporate Governance of State-Owned Enterprises, givin út í 2005 og endurskoðað í 2015. Onnur tilmælir, sum embætisbólkurin hevur styðjað seg til, eru tilmælir í grannalondunum, serliga Statens ejerskabspolitik, sum danska Fíggjarmálaráðið gav út í 2015 og Regjeringens eierpolitikk, sum norska Vinnu- og fiskimálaráðið gav út í 2015. Eisini onnur tilmælir, frágreiðingar o.a. hava verið nýtt í arbeiðinum (sí keldulista). 1.3. Endamál við eigarapolitikkinum og avbjóðingar Endamálið við eigarapolitikki landsins og avbjóðingar taka støði í nevndu tilmælum frá OECD, og tilmælunum í grannalondunum. 9 1.3.1. Endamál Endamálið við eigarapolitikki landsins er: at landið skal virka sum ein professionellur eigari, at vinnufeløg landsins virka eins og eitt væl rikið privat vinnufelag, við atliti at munadyggum rakstri og íløgum (effektivtiviteti), gjøgnumskygni, og eftirmeting av náddum úrslitum í mun til sett mál, og at tryggja, at kapping, - har tað er virkin kapping á einum marknaði millum vinnufeløg landsins og privat vinnufeløg, fer fram á jøvnum føti. Eigarapolitikkur landsins eru tilmælir um, hvussu landið tryggjar, at almenn vinnufeløg virka á ein mundadyggan (effektivan), gjøgnumskygdan og ábyrgdarfullan hátt. Tað eru fleiri fyrimunir við at skipa vinnuligan rakstur hjá landinum í partafelagi, men tað eru eisini vansar ella avbjóðingar. Landsins eigaraleiklutur eigur tí at verða útintur soleiðis, at teir fyrmunir, sum liggja í at nýta partafelagsformin, fáast burturúr, og at tað í mest møguligan mun slepst undan vansunum. Tað krevur, at landið gjøgnum eigaraskapin setur týðiligar karmar fyri virðisskapanina og yvirskipaðu strategisku leiðina í landsins vinnufeløgum, umframt at landið útinnur ein virknan eigaraleiklut sum tryggjar, at landsins vinnufeløg verða rikin effektivt og professionelt. í tilmælunum er miðjað eftir eini javnvág ímillum øðrumegin, at landið ikki eigur at vera ein passivur eigari og hinumegin, at landið leggur seg seg ov nógv út í leiðsluna av feløgunum. 1.3.2. Avbjóðingar Vinnuligur rakstur hjá landinum skipaður í partafelagi, kann hava við sær týðandi fyrimunir. Størri dentur á handilslig atlit í sambandi við rakstur og íløgur hava oftani við sær størri effektivitet, lægri prísir og betri góðsku, samsvarandi eftirspurninginum frá brúkarunum. Partafelagið hevur eisini við sær avbjóðingar. Vinnufelagalógin byggir á ein skilnað millum eigaraavgerðir og leiðsluavgerðir, og grundleggjandi hava avbjóðingarnar tilknýti til henda skilnað, sum, tá tað almenna er eigari, eru enn størri (meira samansett eigaraviðurskifti, ógreið endamál o.a.), enn tá tað er privatur eigari. Eru tað ikki innan fyri givnu lógarkarmarnar amboð at handfara hesar avbjóðingar í praksis, kann tað hava við sær, at tað ikki fæst tað burturúr av fyrimunum og jaligum avleiðingum, sum annars hevði verið møguligt. Amboðini at handfara avbjóðingarnar í praksis eru greiðar og operationellar spælireglur/leiðreglur fyri, hvusu landið í praksis skal útinna sín eigaraleiklut, og nýta partafelagið til vinnuligt virksemi hjá landinum. 10 Nógv tær flestu fyritøkurnar í Føroyum eru smærri fyritøkur við fáum eigarum (familjufyritøkur),har tað oftani er perónssamanfall millum eigara og leiðslu, og tær heldur størru fyritøkurnar eru vanliga ikki børsskrásettar. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur givið út tveir bóklingar um virkisleiðslu, Nevndararbeiði í 2003 (endurskoðaður í 2009), og Virkisleiðsla í 2006, sum eru vendar til nevndu fyritøkur. í hesum fyritøkunum eru avbjóðingarnar viðvíkjandi stýringini av felagnum øðrvísi, enn tá tað snýr seg um størri fyritøkur við stórum eigaraskara, og sum ofta eru skrásettar á einum virðisbrævamarknaði. Niðanfyri er víst á nøkur viðurskifti, sum generelt verða mett at hava við sær avbjóðingar í sambandi við virkisleiðslu í almennum vinnufeløgum, og sum eru viðurskifti sum OECD í The OECD Guidelines on Corporate Governance of State-Owned Enterprises og tilmælir í grannalondunum hava víst á. Sundurskildir eigara- og leiðsluleiklutir Viðurskiftini í partafeløgum hjá landinum kunnu samanberast við viðurskiftini í børsskrásettum privatum partafeløgum í tí, at leiðslan er løgd til professionella nevnd, ymisk frá eigarunum, sum m.a. kann hava við sær minkandi eigaraávirkan, og at leiðslan røkir egin áhugamál. Avbjóðingin er at gera skipanir, sum kunnu eggja leiðsluni til at virka samsvarandi áhugamálum eigarans, herundir at eigarin kann fylgja við í, at áhugamál og endamál eigarans verða røkt og rokkin. Samansett eigaraviðurskifti Nevndu avbjóðingar eru enn størri í vinnufeløgum landsins, m.a. tí at viðurskiftini millum landið sum partaeigara og vinnufelagið eru meira samanssett, enn tá privatur íleggjari er beinleiðis partaeigari. Privatur eigari kann ofta meira beinleiðis røkja egnu prioriteringar og ogn enn landið, sumútinnur eigaraskapin vegna felagsskapin av skattaborgarum. Tá eigarin er persónligur, eru vanliga færri avgerðarlið millum eigara og leiðslu, enn tá eigaraskapurin verður umsitin av stovnum/ landinum. Avvarðandi landsstýrismaður er ikki persónligur eigari, men umboðar umvegis Løgtingið skattaborgararnar, sum í síðsta enda eru eigarar. Hetta merkir, at persónligir privatir eigarar hava størri áeggjanir (insitament) at taka sær av egnu eigaraáhugamálum enn landið, sum er eigari vegna felagsskapin. Persónligur eigaraskapur kann tí hava við sær betri eigarastýring (størri væntanir um lønsemi, og eina meira skilagóða stýring av váða í samsvari við áhugamál eigaranna), enn tá tað er ein stovnsligur eigari, sum t.d. landið. Samansettu viðurskiftini millum eigara og leiðslu, tá tað almenna er eigari, kunnu á mangan hátt samanberast við samansettu viðurskiftini millum leiðsluna í børsskráttum felag og ein stovnsligan íleggjara, t.d. eitt pensjónsfelag. Pensjónsfelagið er ofta lutfalsliga stórur partaeigari, og hevur stór fíggjarlig áhugamál í felagnum, og stóra figgjarliga og umsitingarliga orku at røkja eigaraskapin, men pensjónsfelagið røkir eigaraskapin vegna penjónsuppsparararnar í pensjónsfelagnum. ógreidleiki um endamál Privat vinnufeløg hava vanliga handilslig endamál, tað vil siga størst møguliga virðisskapan og avkasttil partaeigararnar, sum eggjar til effektivan rakstur av felagnum. Landið hevur harumframt ofta eisini onnur politiskt ásett mál við eigaraskapinum, - sektorpolitisk mál og yvirskipað samfelagslig mál. Hetta kann hava við sær minni effektivitet. 11 Minni frítt umsetiligur eigaraskapur í privata geiranum er ein marknaður fyri fígging og eigaraskapi í vinnufeløgum, sum hevur við sær,at váði altíð er fyri, at vinnufelag verður yvirtikið (ella at partaeigararnir rýma úr felagnum, t.e. selja partabrøvini), ella at felagið fer á húsagang. Hetta eru disiplinerandi mekanismur, sum verða mettar grundleggjandi sum áeggjan á leiðsluna, at reka felagið effektivt við virðisskapan fyri felagið og eigarar sum endamál. Partabrøv í almennum vinnufeløgum eru ofta ikki frítt umsetilig, og almenn vinnufeløg eru eisini ofta í roynd og veru vard ímóti húsagangi. Mótstríðandi eigara- og myndugleikaáhugamál Hondhevjan av vinnuligari lóggávu og regulering mótvegis almennum vinnufeløgum hevur viðsær serligar avbjóðingar, tí tað á stjórnarstigi eru mótstríðandi áhugamál orsakað av, at almenni myndugleikin, sum umsitur lóggávuna, setur tiltøk í verk ímóti einum vinnufelag, sum tað almenna eigur. Samanumtikið Við støði í The OECD Guidelines on Corporate Governance of State-Owned Enterprises kann takast samanum: Avbjóðingarnar viðvíkjandi virkisleiðslu standast av, at fleiri partar eru fløktir upp í leiðslunaav og eftirlitið við avrikunum hjá vinnufeløgum landsins (felagsins stjórn, nevnd, avvarðandi landsstýrismaður, landsstýrið og Løgtingið). Uttan greiðar leiðreglur hava partarnir íbygd mótstríðandi áhugamál, sum kunnu eggja til avgerðir, ið eru grundaðar á onnur atlit enn áhugamálini hjáfelagnum og almenninginum, sum er heimildargrundarlag eigarans. Avbjóðingin er at skipa hesi fløktu leiðslu- og eftirlitsviðurskifti, til tess at tryggja munadyggar avgerðir og góða virkisleiðslu.Tað krevur gjølla eftiransni viðvíkjandi teimum meginreglunum, sum eru altavgerandi fyri eitt gott vinnu- og íløguumhvørvi, nevniliga gjøgnumskygni, uppgerð og meting av fíggjarligum úrslitum, og samanhangandi eigara- og leiðslupolitikk. Øðrumegin kunnu almenn vinnufeløg vera fyri ov nógvari beinleiðis uppílegging í leiðsluna, og politiskt grundaðum eigarauppíleggingum, sum hava við sær ógreið ábyrgdarviðurskifti, minkandi møguleikar at staðfesta ábyrgd, og minni burðardygd (effektivitet) viðvíkjandi vinnufelagsins rakstri og íløgum. Hinvegin kann ov lítið eftirlit, orsakað av at tað almenna er ov passivur eigari, minka um áeggjanirnar hjá vinnufelagnum og starvsfólkunum at gera teirra besta til frama fyri felagið og almenningin, sumí síðsta enda er heimildin hjá partaeigaranum. Tað kann økja vandan fyri, at leiðslan í staðin røkir óviðkomandi áhugamál. Tilmælini eru leiðreglur um, hvussu tað verður tryggjað, at vinnufeløg landsins verða rikin á ein munadyggan, gjøgnumskygdan og ábyrgdarfullan hátt. 1.4. Vinnufeløg, fevnd av tilmælunum Vinnufelag, verður í leiðreglunum nýtt sum heiti fyri eina eind, ið rekur vinnuligt virksemi, og sum organisatoriskt og fíggjarligt er skild frá landinum, uttan mun til um eindin er skipað sum partafelag, íognarfelag, óheftur grunnur/stovnur ella líknandi. Við vinnuligt virksemi skilst í hesum høpi, at allar 12 inntøkurnar ella størsti parturin av inntøkunum hjá eindini koma frá sølu av vørum ella tænastum eftir vanligum marknaðartreytum. Øll partafeløg landsins eru tó per definitión at meta sum vinnulig, og eru fevnd av leiðreglunum. Men harumframt kunnu vera aðrar eindir, sum eisini eru at meta sum vinnuligar og við tí fevndar av reglunum. í hvørjum einstøkum føri má viðkomandi eind og avvarðandi landsstýrismaður gera eina ítøkiliga meting av, hvørt virksemið er at meta sum vinnuligt, og við tí fevnt av leiðreglunum. Landsins eigaraskapur er ymiskur við atliti at m.a. organiatiónsformi, stødd á landsins eigaraparti, stødd felagsins, og hvussu samansett virksemi felagsins er. Hesi viðurskiftini hava týdning fyri útinnanina av landsins eigaraskapi, og fyri viðurskiftini millum felagið og landið sum eigara. 1.4.1. Partafeløg og onnur líknandi vinnufeløg Talva 1: Vinnuligar eindir hjá landinum, umsetningur, javni og starvsfólkatal (roknskapur 2016) Partafeløg, stovnar og grunnar Stjórnaráð Umsetningur 1000 kr. Fíggjarjavni 1000 kr. Starvsfólk ársverk Partafeløg landsins P/F Føroya Tele (100%) Uttanríkis- og vinnumálaráðið 475.400 780.300 246 P/F Postverk Føroya (100%) Uttanríkis- og vinnumálaráðið 96.731 163.545 119 P/F Atlantic Airways (100%) Uttanríkis- og vinnumálaráðið 518.413 828.850 173 P/F Vága Floghavn (100%) Uttanríkis- og vinnumálaráðið 51.901 861.887 50 P/F Fiskaaling (100%) Uttanríkis- og vinnumálaráðið 19.019 14.174 16 P/F Visit Faroe Islands (100%) Uttanríkis- og vinnumálaráðið 3.329 507 6 P/F Vágatunnilin (100%) Samferðslumálaráðið 15.108 188.584 8 P/F Eystur- og Sandoyartunlar (100%) Samferðslumálaráðið -737 2.723.744 5 P/F Norðoyatunnilin (100%) Samferðslumálaráðið 24.453 272.518 2 Tilsamans 1.203.617 5.834.109 625 Onnur partafeløg, har landið hevur eigarapart P/F Smyril Line (16%) Uttanríkis- og vinnumálaráðið 601.208 650.490 287 Lív Holding (16,6%)* Uttanríkis- og vinnumálaráðið 299.444 4.627.191 27 P/F Tjaldur (3%) Uttanríkis- og vinnumálaráðið 287.672 465.267 86 13 P/F Elektron (28%) Fíggjarmálaráðið 46.504 61.858 60 Sp/f ítróttarvedding (20%) Løgmansskrivstovan 246 20.719 0 Tilsamans 1.235.074 5.825.525 460 Stovnar og grunnar Framtaksgrunnur Føroya Uttanríkis- og vinnumálaráðið 3.023 88.498 2 Fíggingargrunnurin frá 1992 Fíggjarmálaráðið 134 487.380 0 Føroyagrunnurin frá 1971 Fíggjarmálaráðið 8.176 236.394 0 Føroya Realkreditstovnur Fíggjarmálaráðið 32.471 1.110.841 3 íleggingargrunnurin fyri Føroyar Fíggjarmálaráðið 13.395 657.995 0 Bústaðir (Húsalánsgrunnurin) Fíggjarmálaráðið 14.394 618.754 17 Búnaðargrunnurin Fiskimálaráðið 9.055 308.957 2 Tilsamans 80.648 3.508.819 24 Tilsamans 2.519.339 15.168.453 1.109 Talva 2: Vinnuligar eindir hjá landinum, úrslit, eginpeingur og vinningsbýti (roknskapur 2016) Partafeløg, stovnar og grunnar úrslit 1000 kr. Eginpeningur 1000 kr. Vinningsbýti 1000 kr. Partafeløg har landið eigur allan partapeningin P/F Føroya Tele (100%) 44.000 458.600 20.000 P/F Postverk Føroya (100%) 1.188 31.816 0 P/F Atlantic Airways (100%) 27.993 223.754 0 P/F Fiskaaling (100%) -18.127 -8.323 0 P/F Visit Faroe Islands (100%) 0,6 507 0 P/F Vága Floghavn (100%) 7.234 813.777 0 P/F Vágatunnilin 397 177.936 0 P/F Norðoyatunnilin (100%) 4.968 253.137 0 P/F Eystur- og Sandoyartunlar -2.632 39.382 0 Tilsamans 65.022 1.990.586 20.000 14 Onnur partafeløg, har landið hevur eigarapart P/F Smyril Line (16,2%) 57.443 255.807 Lív Holding (16,6%)* -106.347 -894.339 0 P/F Elektron (28%) 544 17.180 0 Sp/f ítróttarvedding (20%) 0,3 174 0 Tilsamans -48.360 -621.178 6.480 Stovnar og grunnar Fíggingargrunnurin frá 1992 33.886 487.311 7.000 Føroyagrunnurin frá 1971 7.963 236.390 0 Framtaksgrunnur Føroya -7.392 20.325 0 Føroya Realkreditstovnur 12.850 859.052 0 íleggingargrunnurin fyri Føroyar 10.469 655.467 0 Bústaðir (Húsalánsgrunnurin) 174 615.723 0 Búnaðargrunnurin -47 286.928 0 Tilsamans 57.903 3.161.196 7.000 Tilsamans 74.565 4.530.604 33.480 *Lív Holding og Lív 3 samlað. Landið luttekur í løtuni í 14 partafeløgum, harav sum 100% eigari í 9 partafeløgum, og sum minnilutapartaeigari í 5 partafeløgum. Hesi eru skipað undir vinnufelagalógini. Harumframt eru 3 vinnurekandi grunnar, har landið velur nevndarlimir. Hesir grunnar eru skipaðir undir vinnugrunnalógini. Loksins eru 4 stovnar og grunnar, sum eru skildir frá landsfyrisitingini uttan at vera fevndir av vinnufelagalógini ella grunnalógini. Hesar eindir, ið reka vinnuligt virksemi, eru stovnaðar við løgtingslóg, men tað er eingin felags leistur fyri, hvussu hesar eindir verða skipaðar og stýrdar. Felags fyri hesi feløg, uttan mun til organisatiónsform, er, at tey hava eina nevnd, og yvirhøvur fylgja eini organisatiónsskipan og einum ábyrgdarbýti, sum líkist tí, sum partafeløg fylgja. Tað eru nevnd og stjórn, sum standa fyri tí strategisku og dagligu leiðsluni av felagnum, og eigararnir útinna sína ávirkan á aðalfundinum, har tað er ein slíkur.Tá ikki øll feløg eru skipað sum partafeløg, kann orsøkin til tað vera, at tað er ynskiligt at víkja frá vanligu skipanini í vinnufelagalógini. Tað kemst m.a. av, at vinnufelagalógin grundleggjandi byggir á 15 eina fortreyt um, at endamálið við partafeløgum er handilsligt, meðan tað ikki altíð er galdandi fyri vinnufeløg hjá landinum. Orsøkin til, at man hevur valt organisatiónsformin vinnurekandi grunnur, ella sjálvstøðugur almennur grunnur ella stovnur, er tí oftani, at felagið ikki bert hevur handilslig endamál, men eisini skal taka serlig sektorpolitisk atlit. útinnanin av landsins eigaraskapi skal í hesum førum taka atlit at meira enn bert tí handilsliga. 1.4.2. Eigaraviðurskifti Landsstýrismaðurin, ið varðar av eigaraskapinum, skal altíð fylgja tí partinum av leiðreglunum fyri góðari leiðslu, sum vendir sær til avvarðandi landsstýrisfólk, uttan mun til landsins eigarapart í viðkomandi vinnufelag. Viðvíkjandi leiðreglunum, sum venda sær til vinnufeløgini, kann landsins eigarapartur hava týdning. Eigaraviðurskiftini kunnu býtast sundur í tríggjar høvuðsbólkar: 1. Fyri vinnufeløg, har landið er einaeigari, hevur landið møguleika at gjøgnumføra leiðreglurnar um góða leiðslu, uttan at fyrilit skulu takast fyri øðrum eigarum. 2. Har landið er meirilutaeigari, men ikki einaeigari, hevur landið møguleika at gjøgnumføra leiðreglurnar um góða leiðslu, men fyrilit skulu takast fyri øðrum eigarum. Feløgini eigaat fylgja leiðreglunum uttan so, at týðandi atlit eru at fylgja øðrum leiðreglum um góða virkisleiðslu. Men landið kann ikki altíð krevja hetta, eitt nú um eitt tilmæli merkir, at landið fær fleiri upplýsingar enn aðrir partaeigarar, og semja ikki er um hetta millum partaeigararnar. 3. Er landið minnilutaeigari, hevur landið ikki møguleika at tryggja, at leiðreglurnar um góða leiðslu verða gjøgnumførdar, men hesi vinnufeløg eiga at fyrihalda seg til leiðreglurnar. Landsstýrismaðurin eigur eftir besta førimuni at gera sína ávirkan sum eigari galdandi, eitt nú við at taka spurningin upp á aðalfundum hjá felagnum, til tess at felagið fylgir leiðreglunum ella samsvarandi leiðreglum. 1.4.3. Stødd á felag og samansett virksemi útinnanin av landsins eigaraskapi veldst um støddina á einstøku feløgunum, og hvussu samansett felagsins virkemi er. Landið hevur m.a. meira samskifti og fær meira umfatandi upplýsingar um eitt stórt og samansett felag. Tað sæst t.d. eisini aftur í, hvussu ofta landsstýrismaðurin, ið varðar av eigaraskapinum, hevur fundir við vinnufelagið, og hvussu ofta felagið skal almannakunngera roknskaparupplýsingar. 1.4.4. Børsskrásett feløg Fyri børsskrásettt feløg, har landið er partaeigari, eru lógarkrøv, sum ganga framum landsins útinnan av eigaraskapinum uttan mun til, hvussu stórur eigarapartur landsins er av samlaða felagskapitalinum. Til dømis skulu børsskrásett partafeløg hjá landinum sambært ársroknskaparlógini fylgja reglunum fyri børsskrásett feløg, har reglurnar um børsskrásett feløg víkja frá reglunum í ársoknskaparlógini um partafeløg landsins. Samstundis hava børsskrásett feløg skyldu til at taka støðu til tey tilmæli um góða leiðslu, sum hesi feløg eru fevnd av. Feløg, sum hava virðisbrøv skrásett á børsinum í t.d. Keypmannahavn, Reykjavík ella 16 Oslo, og sum tí eru fevnd av ávikavist donsku Anbefalinger for god selskabsledelse, Leiðbeiningar um stjórnarhættir fyritækja og Norsk anbefaling - eierstyring og selskapsledelse, hava skyldu til at taka støðu til tey tilmælini. Hesi tilmæli eru í stóran mun í samljóði við tilmælini í eigarapolitikki landsins. Har slík tilmæli eru fyri børsskrásett feløg, verður tí ikki eisini álagt teimum at fyrihalda seg til tilmælini í eigarapolitikki landsins. 1.4.5. Almenni geirin annars Fleiri av tilmælunum kunnu eisini verða viðkomandi fyri aðrar partar av almenna geiranum. Tað er t.d. galdandi fyri óheftar fyrisitingarligar eindir, hvørs viðurskifti við landsins umsiting á ávísum økjum svarar til viðurskiftini millum umsiting og eitt partafelag. Fleiri av avbjóðingunum viðvíkjandi landsins eigaraskapsútinnan eru eisini viðkomandi í mun til vinnufeløg hjá kommununum. 1.5. Soft Law Tilmælini eru sonevnd soft law, t.e. at vinnufeløgini hava ikki skyldu at fylgja tilmælunum, men hava skyldu at taka støðu til tilmælini, og at greiða frá og grundgeva fyri, um tilmælini ikki verða fylgd. 1.6. Tilmælir - Bygnaður Tilmælini kunnu býtast í tríggjar flokkar: Tilmælir um útinnan av landsins eigaraskapio Kapittul 2 - Karmar fyri útinnanina av landsins eigaraleikluti o Kapittul 3 - Landið sum virkin eigari Tilmælir um samspælið millum landsstýrismann og felago Kapittul 4 - Samskifti millum felag og landsstýrismanno Kapittul 5 - Nevndarsamanseting, førleikar og samsýning Tilmælir um leiðslu av landsins vinnufeløgumagi o Kapittul 6 - Nevndararbeiðiðo Kapittul 7 - Dagliga leiðslano Kapittul 8 - Opinleiki og gjøgnumskygni 1.7. Serligu ásetingarnar fyri partafeløg landsins í vinnufelagalógini og ársroknskaparlógini Tilmælini eru leiðreglur fyri praktisku fremjanina av landsins eigaraviðurskiftum og nýtslu av vinnufelagnum, sum løgfrøðiligan karm um vinnufyritøkur hjá landinum. í vinnufelagalógini og ársroknskaparlógini eru serligar ásetingar fyri partafeløg landsins. Hesar reglur eru ikki settar í gildi, men landsstýrismaðurin kann við kunngerð seta tær í gildi. Embætisbólkurin hevur gjørt útkast til uppskot um at seta reglurnar í gildi við lóg. Hóast nevndu reglur ikki enn eru settar í gildi, er tað í tilmælunum undirskilt (implicit), at hesar reglur eru partur av lógarkarminum. Eftir útkastinum til lógaruppskot um at seta serligu ásetingarnar í gildi, verður heitið landspartafelag broytt til partafeløg landsins, og tað heitið verður nýtt her. 17 2. Karmar um útinnan av landsins eigaraleikluti 2.1. Almennar viðmerkingar Byrjunarstøðið fyri útinnan av eigararættindum í vinnufeløgum, har landið hevur eigarapart, er vanliga skipanin eftir vinnufelagalógini, har tað eru nevnd og stjórn, sum vegna eigaran hava ábyrgdina av at reka vinnufelagið. Landið útinnur sína ávirkan gjøgnum aðalfundin herundir m.a. við at velja nevnd felagsins. Sostatt verður skapað armslongd millum landið sum eigara og nevnd vinnufelagsins, og við tí kann felagið rekast eftir egnum fortreytum og eftir tí, ið tænir vinnufelagnum best. Við partafelagsforminum kann tað tí vera størri fokus á handilsligan rakstur og virðisskapan, í mun til, um hetta virksemið varð skipað sum ein partur av fyrisiting landsins. Vinnufeløg, har landið hevur eigarapart, eru ofta í brennideplinum, og tað, sum verður væntað av teimum, er øðrvísi enn tað, sum verður væntað av øðrum samanberiligum fyritøkum. Tað er tí av stórum týdningi, at tað er greitt, hvørjir formligu karmarnir eru um útinnan av landsins eigaraskapi. 2.2. ábyrgdarbýti 2.2.1. Yvirlit yvir ábyrgdarbýti Landsstýrismaðurin: o Skal tryggja, at nevndin er hóskandi mannað í mun til felagsins virksemi og støðu. o Hevur skyldu til at hava yvirskipað eftirlit við og at taka støðu til gongdina í felagnum.o Hevur skyldu til at taka neyðug stig, um gongdin í felagnum bendir á tað, t.d. um tað eru ábendingar um, at ognir landsins í felagnum eru hóttar.o Skal útvega fíggjarliga heimild frá Løgtinginum, um talan er um, at landið skal keypa og/ella selja partabrøv, ella talan er um tiltøk, sum annars hava við sær útreiðslur ella inntøkur fyri landskassan.o Skal útvega heimild frá Løgtinginum í sambandi við tiltøk, sum eru uttan fyri endamálið við landsins luttøku í felagnum, sum er ásett í stovningarlógini ella fortreytunum í stovningarlógini.o Skal tryggja - møguliga við fulltrú - landsins luttøku á aðalfundinum. Nevndin: o Hevur yvirskipaðu ábyrgdina av avgerðum viðvíkjandi rakstri og íløgum.o Skal útinna strategiska leiðslu, t.e. millum annað at taka virknan lut í gerð av yvirskipaðu strategi og málum felagsins, og taka avgerðir í málum, sum ikki hoyra til dagliga raksturin.o Hevur ábyrgdina av at útinna eftirlit í mun til dagligu leiðsluna.o Kann t.d. eftir eini áseting í viðtøkunum hava skyldu til at stuðla yvirskipaða eftirliti og virkna eigaraskap landsstýrismansins, m.a. við at tryggja, at landsstýrismaðurin fær viðkomandi upplýsingar.o Kann í undantaksførum biðja nevndarformannin gera serligar uppgávur fyri felagið, herundir í eitt stutt tíðarskeið luttaka í dagligu leiðsluni. í tí førinum skal nevndin hava tikið avgerð um hetta, herundir fyrivarnisreglur, sum skulu tryggja, at nevndin 18 varðveitir yvirskipaðu leiðsluna og eftirlitsuppgávuna. Avtalur um formansins luttøku í dagliga rakstrinum og hvussu leingi roknað verður við, at luttøkan varir, skal upplýsast í eini fráboðan frá felagnum. Stjórnin:o Hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum av felagnum. Viðmerkingar Tá virksemi er skilt frá landinum og lagt í partafelag ella annan líknandi felagsform, t.d. óheftan grunn ella stovn hjá landinum, er útgangsstøðið fyri útinnanina av eigaraskapinum vanliga skipanin í vinnufelagslógini, har nevndin óheft av eigarunum skal virka eftir, hvat tænir felagnum best. Viðurskiftini millum avvarðandi landsstýrismann og nevndina í vinnufelagi hjá landinum kunnu samanberast við viðurskiftini millum partaeigara og leiðslu í einum børsskrásettum felag. Eisini í partafeløgum, har landið er einaeigari, kann landsins eigaraleiklutur betur samanberast við tann, sum ein virkin stovnsligur íleggjari útinnur í mun til børsskrásett feløg, enn leiklutin hjá einum einaeigara í privatari fyritøku, har eigarin ofta er nógv uppií leiðsluni av fyritøkuni, heruppií dagligu leiðsluni. Nevnd og stjórn hava leiðsluábyrgdina av felagnum. Eftir vinnufelagalógini skal nevndin røkja yvirskipaðu og strategisku leiðsluna, og tryggja eina fullgóða skipan av virksemi kapitalfelagsins. Stjórnin hevur dagligu leiðsluna av vinnufelagnum um hendur, og skal fylgja teimum leiðreglum og leiðbeiningum, sum nevndin hevur givið. Avvarðandi landsstýrismaður umsitur eigararættindini við ábyrgd mótvegis Løgtinginum, oghevur ábyrgdina av, at hann hevur Løgtingið aftan fyri seg í útinnanini av eigararættindunum. Landsstýrismaðurin eigur at vera virkin eigari. Tað merkir m. a., at landsstýrismaðurin skal tryggja, at nevndin er hóskandi sett saman í mun til felagsins virksemi og støðu, og hevur ein greiðan strategiskan karm at virka innan fyri. Armslongdin, sum eigur at vera millum landsstýrismann og nevndina, skapar greitt ábyrgdarbýti, sum er eitt av endamálunum við at nýta vinnufelagið sum karm um virksemið. á tann hátt kann vera størri fokus á handilsligan rakstur og virðisskapan. Sostatt eigur landsstýrismaðurin ikki at átaka sær eina de-facto leiðslu av felagnum, men skal virða uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum eigara og leiðslu vinnufelagsins. 2.3. Aðalfundur 2.3.1. Tilmæli um aðalfund Felagið skal tryggja, at bæði partaeigarar og fjølmiðlar hava góðar møguleikar at luttkaka á aðalfundinum. Eigararnir skulu hava møguleika at taka støðu til hvørt einstakt punkt á dagsskránni. Fjølmiðlar eiga at hava atgongd til aðalfundin eisini í vinnufeløgum hjá landinum, har hetta ikki er krav eftir vinnufelagalógini. 19 Viðmerkingar til tilmæli um aðaðlfund Eftir vinnufelagalógini verður rættur kapitaleigaranna at taka avgerðir í kapitalfelagnum útintur á aðalfundinum. At landið skal vera virkin eigari, hevur m.a. við sær, at avvarðandi landsstýrismaður á ein virknan hátt skal taka støðu til tey viðurskifti, sum avgerð skal takast um á aðalfundinum. Møguleikin hjá avvarðandi landsstýrismanni at ávirka viðurskifti felagsins gjøgnum aðalfundin veldst, sum hjá øðrum eigarum, um stødd á landsins eigaraparti. Aðalfundurin er hægsti mynduleiki vinnufelagsins, og vinnufelag, har landið er partaeigari, skal tryggja, at avvarðandi landsstýrismaður hevur góðar møguleikar at luttaka á aðalfundinum. Nevndin innkallar og skipar fyri aðalfundinum. í partafeløgum hjá landinum skal innkallingin innihalda øll uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum. Innkalling til aðalfund skal fara fram í fyrsta lagi 4 vikur og, uttan so at longri freist er ásett í viðtøkunum, í seinasta lagi 2 vikur undan aðalfundinum. Fyri partafeløg, sum eru børsskrásett, skal innkalling til aðalfund fara fram í fyrsta lagi 5 vikur og, uttan so at longri freist er ásett í viðtøkunum, í seinasta lagi 3 vikur undan aðalfundinum. Fjølmiðlarnir hava atgongd til aðalfundin hjá partafeløgum hjá landinum. Mælt verður til, at fjølmiðlarnir eisini hava atgongd til aðalfundin hjá øðrum vinnufeløgum, har landið er eigari ella varðar av, og at innkallingin til aðalfund verður lýst alment. 2.4. Leiðslumyndlar 2.4.1. Tilmæli um leiðslumyndlar Sum meginregla verða feløg, har landið er partaeigari, skipað við eini nevnd. Viðmerkingar til tilmæli um leiðslumyndlar Eftir vinnufelagalógini kann vinnufelag skipa seg annaðhvørt við eini nevnd ella við einum eftirlitsráð. Verður felagið skipað við eini nevnd, eru leiðsluppgávurnar býttar millum nevnd og stjórn, umframtat nevndin skal hava eftirlit við stjórnini. Nevndin skal hava um hendur yvirskipaðu og strategisku leiðsluna, og skal tryggja eina fullgóða skipan av virksemi kapitalfelagsins, og m.a. ansa eftir, at skipaðar eru neyðugu mannagongdirnar fyri váðastýring og innanhýsis eftirliti, at kapitaltilbúgving felagsins til eina og hvørja tíð er fullgóð, umframt at nevndin, sum nevnt, skal hava eftirlit við stjórnini. Hetta samsvarar við tað, sum hevur verið vanligt í partafeløgum. Verður vinnufelagið skipað við eftirlitsráði, skal stjórnin røkja bæði ta yvirskipaðu og strategisku leiðsluna eins og ta dagligu leiðsluna. Eftir skipanini við eftirlitsráði røkir eftirlitsráðið sostatt ikki leiðsluppgávur, men bert eftitlitsuppgávur mótvegis stjórnini. 20 Royndirnar vísa, at leiðslumyndilin við nevnd, sum hevur verið nýttur higartil, virkar á skilagóðanhátt. Nevndarmyndulin hevur m.a. við sær, at felagið kann fáa leiðsluroyndir uttanífrá inn í felagið, og at nevndin umvegis nevndararbeiðið fær nøktandi innlit til at røkja sínar eftirlitsskyldur. Hetta er ikki møguligt við eftirlitsráði, tí tá eru allar leiðsluppgávurnar hjá stjórn felagsins, og eftirlitsráðið hevur bert eftirlitsuppgávur mótvegis stjórn felagsins. Sum meginregla verður tí mælt til, at nevndarmyndulin verður nýttur. 2.5. Skipan av landsins leiklutum sum eigari 2.5.1. Tilmæli um skipan av landsins leikluti sum eigari Har landið er partaeigari, skulu landsins leiklutir í mun til felagið, t.e. sum eigari, myndugleiki og møguliga sum kundi, skipast soleiðis, at tað er álit á, at landið í øllum viðurskiftum virkar eftir sakligum fyrilitum. Verður eigarapartur í einum felag lagdur til landsstýrismann, sum samstundis røkir myndugleikauppgávur í mun til felagið, skal útinnanin av eigaraviðurskiftunum sum meginregla leggjast til teir partar av umsitingini undir landsstýrismanninum, sum ikki beinleiðis er uppi í at røkja myndugleikauppgávur. Landsins sektorpolitisku málsetningar skulu sum meginregla handfarast í sektorlóggávu, ella við at tað verða gjørdir tænastusáttmálar soleiðis, at tað bert verður lagdur dentur á virðisskapan í sambandi við útinnan av landsins eigaraviðurskiftum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur samskipandi uppgávurnar viðvíkjandi eigarapolitikkinum. Landsstýrismaðurin kann seta ein tvørgangandi embætisbólk frá viðkomandi stjórnarráðum at ráðgeva í sambandi við eigarapolitikkin. Viðmerkingar til tilmæli um skipan av landsins leikluti sum eigari Yvirskipað skal skipanin av ymsu leiklutum landsins tryggja øðrumegin, at landsins eigaraleiklutur verður útintur professionelt soleiðis, at landið sum eigari stuðlar undir munadyggan rakstur av vinnufeløgum, har landið er partaeigari, meðan landins myndugleikaútinnan hinumegin verður útint sakliga og uttan atlit at, um landið eigur vinnufelagið ella ikki. Umframt at vera eigari í vinnufeløgum hjá landinum, er landið ofta eisini myndugleiki, sum tekur fyrisitingarligar avgerðir viðvíkjandi vinnufeløgunum og teirra virksemi, og landið virkar esini sum keypari av vørum og tænastum frá vinnufeløgunum. Landið virkar sum myndugleki, tá tað snýr seg um generella lóggávu, t.d. lóggávuna um skatt av vinnufeløgum og kappingarlógina, men ofta eisini lóggávu, sum hevur til endamáls at tryggja sektorpolitisk atlit, sum eru knýtt at virkseminum hjá feløgunum, t.d. fjarskiftislógin viðvíkjandi virkseminum hjá telefyritøkum. Tá landið virkar sum myndugleiki ella sum keypari av vørum og tænastum, skal landið vanliga ikki taka atlit at eigaraáhugamálum landsins í vinnufeløgum. Hetta er serliga galdandi, tá feløg, har landið er eigari, virka í kapping við privatar aktørar. Hevur landið samstundis fleiri leiklutir eigari, myndugleiki ella keypari av vørum og tænstum - kann tað hava við sær, at minni álit verður á, at landið virkar óheft og sakliga í ymsu leiklutunum. í sambandið við at landið útinnur síni eigaraskap í feløgunum eigur tað at verða gjøgnumskygd og greitt, hvussu ymsu leiklutirnir hjá landinum skulu handfarast. Ymsu leikluturnir hjá landinum skulu 21 skipast soleiðis, at tað er álit á, at landið í øllum lutum bert tekur saklig atlit. Feløg, har landið er partaeigari, skulu hvørki viðgerast betri ella verri í mun til galdandi lóggávu enn samsvarandi privat feløg. Sostatt hevur tað avgerandi týdning fyri, at landið kann røkja ymisku leiklutirnir á skilagóðan hátt, at landsins ymsu málsetningar og leiklutir í mest møguligan mun verða defineraðir og sundurskildir soleiðis, at tað er greitt, hvønn leiklut landið hevur í ítøkiligum føri, og hvør innan landsumsitingina varðar av ymsu leiklutunum. í lóggávu eigur tí at verða greiður skilnaður millum eigara og myndugleikauppgávur. Heimildir, skyldur o.a. hjá avvarandi landsstýrismanni sum eigari ávikvist myndugleiki eiga tí íkki at verða ásettar í somu lóg men í ymiskum lógum. Tá sektorpolitisk atlit, t.d ein veitingarskylda við atliti at javnbjóðis atgongd hjá borgarunum til eina veiting ella tænastu, verða ásett í serligari lóg, hevur hetta m.a. við sær, at til ber at røkja hesi atlit óheft av eigaraleiklutinum. Við tí verður eisini møguligt, at leggja partabrøvini í vinnufeløgum hjá landinum í eitt stjórnarráð fyri seg. Verður eigara- og myndgleikauppgávur lagdar til sama landsstýrismann, eiga mynduleikauppgávurnar ikki at verða útintar gjøgnum eigarskapin, men at verða útintar óheft av eigaraskapinum, og lagdar til teir partar av fyrisitingini undir landsstýrismanninum, sum ikki hava eigarauppgávur. OECD- tilmæli: OECD mælir til, at tað greitt kann staðfestat, hvør tað er innanfyri landsumstingina, sum hevur ábyrgdina av eigaraskapinum, annaðhvørt eigaraskapurin so er miðsavnaður í einum stjórnarráð, einum serligari umsitingarligari eind, ella eigaraskapurin ikki er miðsavnaður, men er hjá einstøku stjórnarráðunum. OECD mælir til, at tað í lóggávu og fyrisiting verður gjørdur skilnaður milllum eigara- og myndugleikauppgávur. í byrjunarstøðu verður mælt til at miðsavna eigaraskapin, fyri at eigaraskapurin skal vera greitt staðfestur, og fyri at samskipa fremjanina av eigarapolitikkinum. Víst verður á, at hetta hevur eisini við sær, at serkunnleiki verður savnaður umframt, at tað hevur við sær, at skilnaður verður gjørdur millum eigara- og myndugleikauppgávur. Verður eigaraskapurin ikki miðsavnaður, mælir OECD til, at eigaraskapurin verður lagdar til teir partar av fyrisitingini, sum ikki hava mydugleikauppgávur. Eisini verður mælt til, at eitt av stjórnarráðunum skal hava samskipandi uppgávurnar viðvíkjandi eigarapolitikkinum, herundir ábyrgdina av yvirskipaðaða eigarapolikkinum. Tilmælir í grannalondunum: í grannalondunum eru eigaraviðurskiftini í ein ávísan mun miðsavnað, í Danmark í Fíggjarmálaráðnum, í Noregi í Nærings- og fiskeridepartementet. Eigaraviðurskiftini í feløgum, sum eru miðsavnað, eru serliga tey feløg, sum bert ella í høvuðsheitum hava handilslig endamál, meðan feløg, sum bert ella í høvuðsheitum hava sektorpolitisk endamál, er hjá tí stjórnarráð, sum eisini hevur sektorábyrgdina. í Finlandi er eigararskapurin ábyrgdarøki hjá forsætismálaráðharranum og í Grønlandi er eigaraskapurin ábyrgd hjá landsstýrisformanninum. 22 2.6. Landskassaábyrgd 2.6.1. Tilmæli um landskassaábyrgd Partafeløg landsins skulu hava ein kapitalbygnað, ið hóskar til endamálið við eigaraskapinum, støðuna og váðan hjá felagnum, og annars er rímiligur í mun til sambærligar privatar fyritøkur. Partafelagsins ognir eru skildar frá landsins ognum, og landið heftir í byrjanarstøði ikki fyri felagsins skyldum. Tá landið stovnar vinnufelag, sum ikki er partafelag, men er skipað á líknandi hátt, skal tað í stovningargrundarlagnum verða gjørt greitt, um landið heftir. í undantaksførum kann tað tó verða veittur kreppustuðul til vinnufeløg, har landið er eigari, og sum virka á einum marknaði við kapping, um tað er grundað á heilt serligar umstøður. Viðmerkingar til tilmæli um landskassaábyrgd Eftir vinnufelagalógini hefta eigararnir í partafelag ikki persónliga fyri skyldum kapitalfelagsins, men hefta bert við innskotinum. Tá landið stovnar partafelag, heftir landið tí bert við kapitalinum, sum landið hevur skotið inn í felagið. Hetta er eisini galdandi, tá landið er einasti partaeigari. Felagsins ognir eru sostatt skildar frá landsins ognum. Grundarlagið fyri felagsins lántøku er tí felagsins egna lánføri. í vinnufeløgum landsins, sum ikki eru partafeløg, men skipað á líknandi hátt, er í onkrum førum einki ásett í stovningarlógini fyri vinnufelagið, um landið heftir fyri skyldum felagsins, t.d. í løgtingslóginium Bústaðir (Húsalánsgrunnurin). Hetta kann skapa iva um, hvørt landið heftir. Tá landið stovnar vinnufelag, sum ikki er partafelag, men er skipað á líknandi hátt, eigur tað tí í stovningargrundarlagnum at verða gjørt greitt, um landið heftir. Orsakað av, at lánføri landsins er gott, fáa vinnufeløg landsins, um tað verður veitt landskassaábyrgd, tí møguleika fyri bíligari fígging í mun til privata fígging uttan landskassaábyrgd. í byrjanarstøðu eigur landskassaábyrgd ikki at verða veitt til vinnufeløg, sum eru í kapping, tí tað gevur feløgunum ein fyrimun, sum skeiklar marknaðin. Um tað er grundað á heilt serligar umstøður, kann tað tó í undantaksførum verða veittur kreppustuðul til vinnufeløg, har landið er eigari, og sum virka á einum marknaði við kapping. 2.7. Serliga álagdar/avtalaðar skyldur mótvegis landinum 2.7.1. Tilmæli um serliga álagdar/avtalaðar skyldur mótvegis landinum Kostnaður í sambandi við serliga politiskt álagdar skyldur mótvegis landinum skal rindast av landinum, og skal gerast upp fyri seg, og skal ganga fram av roknskapum felagsins. Vinnurekandi grunnar og stovnar, har landið tilnevnir nevnd ella stjórn, skulu samsvarandi almannakunngera hvørjar ikki-lønandi uppgávur og skyldur áliggja grunninum ella stovninum, og í almennum ársroknskapi gera upp kostnaðin av hvørjari uppgávu ella skyldu fyri seg. Viðmerkingar til serliga álagdar/avtalaðar skyldur Til tess at tryggja javnbjóðis kapping við privatar kappingarneytar, skulu vinnufeløg landsins verða endurrindað kostnaðin av at fremja áløgdu uppgávuna samstundis, sum tað skal tryggjast, at felagið hvørki verður yvir- ella undirkompenserað. 23 Verða feløgini yvirkompenserað fyri virksemi í sambandi við álagdar skyldur, er tað stuðul til teirra virksemi, sum er í kapping, og avlagar tí kappingina við kappingarneytar. Hinvegin kann kapppingarførið verða tikið undan feløgunum, um feløgini verða undirkompenserað. Tað er tí avgerandi, at allur kostnaður í sambandi við at fremja áløgdu uppgávuna er gjørdur upp fyri seg, almannakunngjørdur og dekkandi endurrindaður av landinum. Endurrindanin skal verða skipað soleiðis, at tað slepst undan, at kappingin á marknaðinum verður avlagað. Hetta hevur serligan týdning, tá felagið hevur onnur endamál enn handilslig, t.d. sektorpolitisk mál. Ein slík mannagongd sjónligger tann kostnað sum landið longu hevur av áløgdum ikki-handilsligum uppgávum, herundir t.d. veitingarskyldu. At hetta verður sjónliggjørt, ger tað eisini munandi lættari hjá landinum at bjóða slíkar uppgávur út til privat at útinna, móti at landið rindar tað sum skyldan ella uppgávan kostar. 24 3. Landið sum virkin eigari 3.1. Almennar viðmerkingar um landið sum virkin eigari útinnanin av eigaraleikluti landsins skal viðvirka til, at tað verður skaptur greidleiki um grundgevingarnar fyri, at landið er eigari, um yvirskipaðu virkiskarmarnar, og um tær væntanir, sum landið hevur til vinnufeløgini. Landsins vinnufeløg fremja eina røð av samfelagsliga týdningarmiklum uppgávum, og stórar upphæddir eru lagdar í feløgini. Landsins umsiting av fíggjarligu viðurskiftunum og raðfestingum í mun til vinnufeløgini er tí ofta í brennideplinum. Landið hevur ábyrgdina av, at eigaraleikluturin verður útintur á ein virknan hátt, og at tryggja, at landsins vinnufeløg verða rikin munadygt (effektivt) og professionelt. Virkni eigaraleikluturin skal stuðla undir, at málsetningurin við eigaraskapi landsins verður rokkin. Tað er tí neyðugt, at tað verður gjørt greitt, hví landið eigur, hvat málsetningurin er við felagnum, landsins umhugsingar um gongdina frameftir í felagnum, umframt fíggjarlig mál o.a., sum ítøkiliggera landsins væntanir til felagið, og sum operationalisera og gera tað týðiligari, hvørt felagið hevur rokkið málsetningunum. Virkni eigaraleikluturin skal samstundis viðvirka til, at væntanir til vinnufelagið verða stemmaðarav millum viðkomandi aktørar, herundir avvarðandi landsstýrismann, felagsins leiðslu og Løgtingið. Orðingin av týðiligum væntanum skal stuðla undir, at landsins vinnnufeløg verða rikin eins effektivt og privat feløg í kapping, og skal stuðla undir eftirlitið hjá avvarðandi landsstýrismanni við vinnufelagnum. í sambandi við útinnan av landsins eigaraleikluti, skal støða takast til hesi viðurskifti: Hví landið skal vera eigari Málsetningur fyri felagið Yvirskipaður virkiskarmur fyri felagið Fíggjarligir og aðrir málsetningar Hesar umhugsingar skal avvarðandi landstýrismaður seta í eitt eigaraskjal fyri hvørt einstakt vinnufelag hjá landinum. 3.2. Grundgevingar fyri, at landið eigur 3.2.1. Tilmæli um grundgevingar fyri, at landið eigur Avvarðandi landsstýrismaður skal, sum liður í útinnan av eigaraleiklutinum, fyri hvørt vinnufelag sær taka støðu til og grundgeva fyri, hví landið skal vera eigari. Viðmerkingar til tilmæli um grundgevingar fyri, at landið eigur Sum meginregla verður vinnuligt virksemi á handilsligum grundarlagi rikið av privatum. Landsstýrismaðurin, ið varðar av vinnufelag, skal fyri hvørt felag greina, hví landið skal vera eigari, herundir hví tað er betri at landið eigur, í staðin fyri at privati marknaðurin røkir uppgávuna. 25 Yvirskipað kunnu vera hesar orsøkir til, at landið er eigari: Tamarhald á týðandi undirstøðukervio Tað eru partar av undirstøðukervinum, sum eru serliga týðandi fyri samfelagið, og tað kunnu tí vera politisk ynski um at hava ræðið á undirstøðukervinum gjøgnum vinnufelag, sum landið eigur. Veitingartrygd o Tað kunnu vera vørur ella tænastur, sum tað er samfelagsliga ynskiligt verða framleiddar, men har tað eru fáir ella eingin privatur veitari. Ein tílik støða skapar ótryggleika um veitingartrygdina, umframt at tað kann hava við sær stóran framleiðslukostnað. Landið kann tí ynskja at varðveita ræðið á framleiðsluni. Felagsins handilsliga grundarlag er grundað á, at landið eiguro Hetta eru feløg, sum vanliga loysa uppgávur, sum annars skuldu verið loystar av t.d. einum almennum stovni, men har landið hevur valt at leggja uppgávuna í vinnufelag út fra effektivitetsatlitum. Onnur atlit o At landið er eigari kann vera grundað á onnur samfelagslig atlit. Tá ið samanum kemur er endamálið hjá landinum sum eigara mest møgulig virðisskapan fyri samfelagið soleiðis, at tilfeingið (kapitalur, arbeiðmegi oa.) verður nýtt, har tað ger mest gagn. Fyri hvørt felag sær eigur tað at verða mett um, hvørt tað er skilabesta loysnin, at landið eigur, ellatað eru onnur amboð, sum eru meira hóskandi at røkka endamálinum. Yvirhøvur hevur gongdin í grannalondunum verið, at uppgávur, har tað eru serlig almenn áhugamál uppi í, verða loystar við øðrum amboðum m.a. konsessjónum/lovyum og lóggávu. Liberaliseaðir marknaðir, nýggj tøkni og økt kapping kann gera, at ymisk almenn mál, kunnu verða røkt meira effeiktivt gjøgnum marknaðin, lóggávu og treytum í konsessjón ella lovyi ella við avtalu um útveiting. Um endamálið kann røkkast við øðrum amboðum enn at landið er eigari, eigur avvarandi landsstýrismaður at taka støðu til, hvørt virksemið skal verða selt. 3.3. Málsetningar fyri vinnufelagið 3.3.1. Tilmæli um málsetningar fyri vinnufelagið Avvarðandi landsstýrismaður skal, í sambandi við, at nýggj vinnufeløg verða stovnað ella í sambandi við, at landið keypir eigarapartar í verandi vinnufeløgum, taka støðu til málsetningarnar hjá vinnufeløgunum. Málsetningarnir skulu síggjast aftur í viðtøkum vinnufelagsins. í byrjanarstøðu eigur endamálið við landsins vinnufeløgum bert at vera handilsligt, soleiðis at landið í sambandi við útinnan av eigaraleiklutinum bert skal leggja dent á virðisskapan til eigararnar. í undantaksførum kunnu ásetast aðrir ikki-handilsligir málsetningar, um eitt vinnufelag hjá landinum, sum ikki er í kapping, skal røkja onnur og breiðari samfelagslig atlit, sum ikki uttan víðari kunnu verða avbyrgd í sektorlóggávu, tænastusáttmálum o.ø. Fyri vinnufeløg hjá landinum, sum hava onnur endamál enn handilslig, skal avvarðandi landsstýrismaður í samskifti við vinnufelagið javnan taka støðu til, um tað er ein hóskandi 26 avvigan millum tey ymsu atlitini, sum vinnufelagið skal røkja, og skal javnan umhugsa, hvørt tey ikki-handilsligu atlitini við fyrimuni kunnu verða tryggjað á ein betri hátt við sektorlóggávu, tænastusáttmálum o.ø. Viðmerkingar til tilmæli um málsetningar fyri vinnufelagið Yvirskipaði málsetingurin fyri vinnufeløg hjá landinum gongur oftast fram av endamálsásetingini í viðtøkunum, og er vanliga ásettur í tí lóg, sum er grundarlagið fyri landsins luttøku í vinnufelagnum.í útgangsstøði eigur endamálið við vinnufeløgunum bert at vera handilsligt. Tað merkir, at vinnufeløgini skulu leiðast og rekast við denti á virðisskipan innan fyri teir lógarkarmar o.a., sum eru galdandi fyri vinnufelagsins virksemi. Tað er m.a. ein fortreyt, at møgulig sektorpolitisk atlit eru avbyrgd og verða røkt gjøgnum sektorlóggávu, tænastusáttmálar o.a., soleiðis at landið í eigaraleiklutinum og vinnufelagsleiðslan kunnu leggja dent á virðisskapan undir teimum treytum, sum eru settar í lógarkørmunum o.ø. fyri vinnufelagið. Eintýdda endamálið er avgerandi, tá vinnufeløg landsins reka virksemi í kapping við onnur privat vinnufeløg, tí tað tryggjar, at vinnufeløg landsins hvørki verða sett betur ella verri í kappingini. í nøkrum førum kunnu vinnufeløg landsins hava eina bundna uppgávu, eitt nú at bora ein tunnil, sum eftir vanligum treytum ikki altíð kunnu grundgevast handilsliga. Handilsligt endamál merkir í hesum førum, at feløgini skulu loysa uppgávuna so effektivt sum gjørligt, til tess at framtíðar kostnaðurin av at nýta tunnilin verður minst møguligur. Bert í undantaksføri, har ikki ber til at avbyrgja møgulig sektorpolitisk ella samfelagslig atlit í lóggávu ella tænastusáttmálum, kunnu ikki-vinnulig endamál ásetast, og eiga tey tá at grundgevast. 3.4. Yvirskipaður virkiskarmur fyri felagið 3.4.1. Tilmæli um yvirskipaðan virkiskarm fyri felagið Landsstýrismaður, ið varðar av vinnufelag hjá landinum, ger saman við nevndini í felagnum ein yvirskipaðan virkiskarm fyri felagið. Viðmerkingar til tilmæli um yvirskipaðan virkiskarm fyri felagið Tað er leiðsla felagsins, sum hevur ábyrgdina av at reka felagið, heruppií at gera eina strategi fyri felagið. Hinvegin er tað eyðvitað, at landið, sum ein og hvør annar virkin eigari, setur upp, hvat landið væntar av felagnum, umframt yvirskipaðar karmar fyri, hvussu felagið umsitur fyritøkuna. Avvarðandi landsstýrismaður skal tí sum liður í virkna eigaraleiklutinum taka støðu til yvirskipaða karm felagsins. Støðutakan landsstýrismanins skal viðvirka til at stemma av millum landið sum eigara og leiðslu felagsins um, hvat verður væntað í mun til strategi felagsins frameftir. Hesin karmur, ið skal vera yvirskipaður, kann t.d. fevna um landafrøðiliga vavið av virkseminum, hvørt felagið kann gera íløgur uttanlands, hvørjum slag av virksemi felagið skal ella ikki skal luttaka í, herundir um felagið kann yvirtaka onnur feløg o.a. Eisini kann hesin karmur innihalda møguligar yvirskipaðar íløguætlanir, vakstrarmálsetningar o.a. 27 Karmarnir skulu umrøðast við felagið, og skulu verða partur av strategiska eigaraskjalinum hjá avvarðandi landsstýrismanni. Innan fyri hesar karmar er tað ábyrgdin hjá nevndini at taka sær av yvirskipaðu strategisku leiðsluni av felagnum. 3.5. Fíggjarlig mál fyri felagið generelt 3.5.1. Tilmæli um fíggjarlig mál fyri felagið generelt í partafeløgum landsins skal nevnd felagsins seta upp ítøkilig fíggjarlig mál fyri gongdina í felagnum. Hetta skal verða avstemmað við avvarðandi landsstýrismann. í vinnufeløgum, har landið er minnilutaeigari, skal avvarðandi landsstýrismaður seta upp fíggjarlig mál til innanhýsis brúk. Landsstýrismaðurin skal leypandi fylgja málunum upp. Verður tað, grundað á tær upplýsingar, sum eru tøkar, staðfest, at landsins ognir í einum felagi eru hóttar, ella at vandi er fyri tí, skal avvarðandi landsstýrismaður taka stig til, at tað verður tryggjað, at settar verða í verk váðagreiningar við tí fyri eyga, at meta um tørvin á og møguleikarnar fyri at taka stig viðvíkjandi felagnum. Avvarðandi landsstýrismaður skal, eftir at tað er umrøtt við nevndina, áseta hvørjar væntanir eru til vinningsbýti, heruppií orðing av einum vinningsbýtispolitikki. Vinningsbýtispolitikkurin skal framganga av árligu fíggjarlógunum. Viðmerkingar til tilmæli um fíggjarlig mál fyri felagið Fyri at stuðla undir og at operationalisera landsins málsetning fyri at landið eigur, skal nevndin, eftir at tað er stemmað av við avvarðandi landsstýrismann, seta upp ítøkilig fíggjarlig mál fyri felagið.Slík mál kunnu fevna um avkast, effektivitet ella útreiðsluindikatorar, kapitalstruktur, vinningsbýti, kvalitetskrøv og onnur viðkomandi mál. Kapitalurin, sum landið hevur bundið í felagnum, skal sum meginregla rentast á sama støði, sum ein privatur íleggjari í somu støðu hevði væntað sær. Er talan um felag við bundnari uppgávu, ella har landið til dømis sjálvt ásetir prísir e.l., má hædd takast fyri hesum, tá tað snýr seg um krøv til renting av kapitalinum hjá landinum. Endamálið er at geva felagnum greið mál fyri varandi virðisskapan, og skulu tí sum meginregla ganga fleiri ár fram. Orðingin av ítøkiligum fíggjarligum málum o.a. viðvirkar til virðisskapan felagsins við at gera landsins væntanir til felagið greiðari og til at fremja eina kappingarlíknandi støðu í feløgum, sum ikki eru børsskrásett og ikki eru í kapping. Fíggjarlig mál kunnu eisini viðvirka til at fáa fram í ljósið føri, har landsins ognir í einum felagieru hóttar, ella at vandi er fyri tí. Kann tað staðfestast, at landsins ognir í felagnum eru hóttar ella kunnu verða tað, skal avvarðandi landsstýrismaður taka stig til, at tað verður tryggjað, at settar verða í verk váðagreiningar við tí fyri eyga, at meta um tørvin á og møguleikarnar fyri at taka stig mótvegis felagnum. 28 Vinningsbýti Vinningsbýtið verður samtykt á aðalfundinum, og eftir vinnufelagalógini kann tað ikki verða størri enn tað vinningsbýtið, sum nevndin hevur skotið upp ella kann taka undir við, og má ikki verða størri enn tiltakspeningur, sum ikki er bundin. Hesar avmarkingar skulu verja áognarar og aðrar áhugapartar, sum eiga pening á hjá felagnum, men sum ikki hava atkvøðurætt á aðalfundinum. M.a. við tí fyri eyga at tryggja ein hóskandi kapialstruktur skal avvarðandi landsstýrismaður, eftir at tað er umrøtt við nevndina, áseta hvørjar væntanir eru til vinningsbýti, heruppií orðing av einum vinningsbýtispolitikki, t.v.s. leiðreglur fyri, hvussu árliga vinningsbýtið í útgangsstøði skal ásetast. Ein upphædd fyri væntað vinningsbýti skal setast í fíggjarlógina, og leiðreglurnar fyri, hvussu vinningsbýtið í útgangsstøði verður ásett (vinningbýtispolitikkurin) skal framganga av árligu fíggjarlógunum. 3.6. Strategiskt eigaraskjal 3.6.1. Tilmæli um strategiskt eigaraskjal Landsstýrismaðurin skal fyri hvørt einstak vinnufelag, hann varðar av sum eigari vegna landið, lata gera eitt strategiskt eigaraskjal, ið greinar: hví landið skal vera eigari, hvat endamálið við felagnum er, yvirskipaða strategiska karmin fyri felagið, og fíggjarlig mál og aðrar málsetningar, sum nevndin í samráð við landsstýrismannin hevur sett. Skjalið skal javnan dagførast, og skal tæna sum grundarlag fyri uppfylging í mun til ásettar málsetningar o.a. fyri felagið. Viðmerkingar til tilmæli um strategiskt eigaraskjal Til tess at strukturera og ítøkiliggera útinnanina av eigaraleikluti landsins, skal avvarðandi landstýrismaður fyri hvørt einstakt vinnufelag, hann varðar av, lata gera eitt internt strategiskt eigaraskjal, ið greinar: hví landið skal vera eigari, hvat endamálið við felagnum er, yvirskipaða virkiskarmin fyri virkseminum, og fíggjarligar og aðrar málsetningar, ið nevndin, í samráð við landsstýrismannin, hevur sett. Skjalið skal millum annað greina karmarnar kring felagið, marknaðin, týdningarmesta tilfeingi, váðar v.m. Eigaraskjalið er sjálvstøðuga metingin hjá landsstýrismanninum av, hvussu hann metir um strategisku støðuna og virðisskapanina í felagnum. Skjalið skal javnan dagførast, og skal tæna sum grundarlag fyri uppfylging í mun til ásettar málsetningar o.a. fyri felagið. 29 3.7. Almannakunngerð 3.7.1. Tilmæli um almannakunngerð Avvarðandi landsstýrismaður skal fyri hvørt felag sær almannakunngera upplýsingar um: o Hví landið eigur í, hvørja ætlan landið hevur við, at landið eigur, fíggjarligmál, ognarlutfallið hjá landinum og virðið, ið ognarluturin er bókaður til í landskassaroknskapinum.o Gongdina hjá vinnufelagnum, týðandi hendingar, yvirlit yvir nevndir og nevndarsamsýningar, stjóralønir, lán, veðhald ella tilsagnir frá landinum o.a. Eina ferð árliga gevur landið út eina savnaða heildarfrágreiðing um vinnufeløg, sum skal innihalda oman fyri nevndu upplýsingar. Viðmerkingar til tilmæli um almannakunngerð Landið eigur at leggja stóran dent á opinleika og gjøgnumskygni um virksemi og úrslit hjá vinnufeløgum landsins. í privatum feløgum eru hesi viðurskiftini avgerandi fyri møguleikarnar hjá eigarunum at hava eftirlit við, hvussu leiðsla felagins umsitur felagið, og at teir á ein kvalifiseraðan hátt kunnu gera sína ávirkan galdandi á aðalfundinum. Samsvarandi er galdandi fyri avgerð íleggjaranna og áognaranna um at lata felagnum kapital. Líknandi atlit og atlit at kunning av Løgtinginum og almenninginum krevja, at avvarðandi landsstyrismaður í so stóran mun sum gjørligt skal leggja grundarlagið fyri síni útinnan av eigaraleiklutinum opið fram. Kann almannakunngering av ávísum upplýsingum skaða vinnufelagið ella áhugamál hjá landinum, kann landsstýrismaðurin velja ikki at almannakunngera ávísar upplýsingar, t.d. um fíggjarligar málsetningar. 30 4. Samskifti millum felag og landsstýrismann 4.1. Almennar viðmerkingar Ein týðandi fortreyt fyri og partur í virkna eigaraleiklutinum og fortreyt fyri eftirlitinum hjá avvarðandi landstýrismanni við felagnum er, at samskiftið millum felagið og landsstýrismannin virkar væl. Tað eru tvey yvirskipað endamál við samskiftinum: at stuðla undir eftirlitið hjá landsstýrismanninum við viðurskiftunum og gongdini í felagnum, og at viðvirka til at tryggja, at væntanir um felagsins viðurskifti og gongdina í felagnum, heruppí um felagsins strategi, verða avstemmað millum felagsins leiðslu og landsstýrismannin. Tað er tí tørvur á regluligum samskifti, bæði skrivliga og munnliga, millum felag og landsstýrismann, herundir regluligar fundir. Tað kann eisini verða tørvur á samskifti í serligum førum, áðrenn avgerð verður tikin, ella viðurskifti verða almannakunngjørd. Vavið, slagið ella títtleikin av slíkari kunning og rapportering má tó ongantíð verða soleiðis, at landsstýrismaðurin í roynd og veru blívur partur av ella yvirtekur leiðsluna av felagnum, og harvið ger seg inn á ábyrgdarbýtið, sum valið av partafelagsforminum byggir á. í feløgum, har tað eru aðrir eigarar enn landið, skal kunning av landsstýrismanninum fara fram eftir meginregluni um javnbjóðis viðgerð. 4.2. Reglulig kunning 4.2.1. Tilmæli um regluliga kunning í samskiftinum millum felag og landsstýrismann skal dentur leggjast á uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum felagsins leiðslu og eigararnar, har tað eru nevnd og stjórn, sum reka felagið vegna eigararnar. Landsstýrismaðurin kann í útgangsstøði grunda eftirlitið við felagnum á almannakunngjørt tilfar. Fær landsstýrismaðurin upplýsingar um fíggjarligu gongdina í felagnum, sum benda á, at ognir landsins eru í vanda, hevur landsstýrismaðurin skyldu til at útvega sær fleiri upplýsingar. í feløgum, har landið er einaeigari, skal landsstýrismaðurin saman við nevndini í felagnum gera innanhýsis leiðreglur fyri, hvat tilfar regluliga skal latast landsstýrismanninum. Tað áliggur nevndini í vinnufeløgum at síggja til, at landsstýrismaðurin móttekur viðkomandi upplýsingar, ið vinnufelagið ger almennar. Nevndin í feløgum, har landið er einaeigari, eigur í minsta lagi eina ferð árliga at senda landsstýrismanninum skrivliga kunning um gongdina, herundir við uppfylging upp á málsetningarnar hjá felagnum. Eisini eigur nevndin, tá hon hevur samtykt fíggjarætlanina fyri felagið, at senda landsstýrismanninum eina yvirskipaða kunning um tættirnar í fíggjarætlanini. Nevndarformaðurin í feløgum, har landið er einaeigari, eigur at kunna landsstýrismannin um sjálvseftirmetingina hjá nevndini, sbr. 6.7. í feløgum, har landið er einaeigari, kann landsstýrismaðurin áleggja nevndini at veita aðrar upplýsingar, og kann áleggja nevndini aðra reglubundna skrivliga rapportering enn oman fyri nevnt. 31 Viðmerkingar til tilmæli um regluliga kunning Tað eigur at vera ein týðandi táttur í samskiftinum millum vinnufelag og landsstýrismann, at tað regluliga verður sent skrivligt tilfar frá nevndini til landsstýrismannin. Nøgd og innihald í tí tilfarinum, sum regluliga skal sendast landsstýrismanninum, veldst um slag av felag og støðu felagsins, heruppií eigaraviðurskifti. í skrivliga samskiftinum skal dentur leggjast á meginregluna um uppgávu- og ábyrgdarbýti millum nevnd og eigara. Tað er sostatt nevndin, sum hevur ávbyrgdina av at geva landsstýrismanninum viðkomandi upplýsingar um viðurskifti felagsins, umframt at fráboða landsstýrismanninum um tað eru íkomin viðurskifti sum krevja, at landsstýrismaðurin verður inndrigin. Landsstýrismansins eftirlit við vinnufeløgum, har landið hevur eigaralut, kann í útgangsstøði grundast á almanakunngjørt tilfar. í feløgum, har landið er einaeigari, er størri rúmd fyri, at landsstýrismaðurin fær upplýsingar, enn tá tað eisini eru aðrir eigarar. í hesum førum kann landsstýrismaðurin sum liður í virkna eigaraleiklutinum,í neyðugan mun innheinta fleiri upplýsingar frá feløgunum, og kann áleggja nevndunum at lata upplýsingar. Nevndin í feløgum, har landið er einaeigari, skal tí til nýtslu hjá landsstýrismanninum í sambandivið útinnanina av eigaraleiklutinum, í minsta lagi eina ferð árliga lata landsstýrismanninum upplýsingar um fíggjarligu gongdina í felagnum, og greiða frá støðuni í mun til tað, sum er avtalað við landsstýrismannin. Fyri at eftirlit landsstýrismansins ikki bert skal vera afturlítandi, skal nevndin harumframt í minsta lagi eina ferð um árið lata landsstýrismanninum upplýsingar um fíggjarætlanir felagsins. Hetta kann viðvirka til, at landsstýrismaðurin fær eina betri fatan av gongdini í felagnum frameftir. Handanin av hesum tifarinum er bert kunnandi, og skal fyrst latast aftan á nevndarinnar góðkenning. Viðvíkjandi innliti í handils- og rakstarloynidómar skal vísast á, at upplýsingar, sum verða latnar landinum, ikki eru uttan verju. Atlit eru tikin til at halda felagsins handils- og rakstarloynidómar o.a. undan innliti við tað, at trúnaðarupplýsingar eru fevndar av tagnarskyldu landsstýrismanins eftir § 152 í revislógini, og at upplýsingar um handils- og rakstarloynidómar eftir umstøðunum verða undantiknir innliti, sbr. § 12, stk. 1, nr. 2, og § 13, stk. 1, nr. 5 og 6 í innlitslógini. Ein týðandi táttur í at útinna eigarsskapin og serliga í feløgum, har landið er einasti eigari er samskiftið millum landsstýrismannin og nevndina. Tað er tí týdningarmikið, at tað er greidleiki um, hvørjir karmarnir eru fyri samskiftinum. Hetta skal bæði stuðla undir skyldur landsstýrismansins í sambandi við útinnan av eigaraskapinum og møguleikarnar hjá nevndini at reka felagið best møguliga. Longu í dag er nógv samskifti millum avvarðandi landsstýrismann og tey feløg, har landið er einaeigari. Tað sum nú verður mælt til, er, at tað verða lagdir meira formligir karmar um hetta soleiðis, at tað verður størri greidleiki um hesi viðurskiftini. At samskiftið millum landsstýrimann og vinnufelag landsins verður lagt í meira formligar karmar, og at tað við tí verður skaptur størri greidleiki um, hvussu samskiftið millum landsstýsmann og vinnufelag eigur at fara fram, flytur ikki ábyrgd frá nevnd og leiðslu til stjórnarráð. Víðarilatan kemur upp á tal, um landsstýrimaðurin konkret biður um upplýsingarnar. 32 Landsstýrismaðurin kann eisini við formligari samtykt á aðalfundi áleggja nevndini at lata tílíkar upplýsingar. Skyldur nevndarinnar at lata upplýsingar eftir áheitan frá landsstýrismanninum kunnu eisini verða ásettar í viðtøkunum. Tað er náttúrligt og skilagott, at uppslýsingar til landsstýrisamannin í útgangstøði verða latnar gjøgnum formannin. Atgongdin at lata landsstýrsmanninum upplýsingar eigur, við atliti at skilhaldi, at ganga fram av viðtøkum felagsins. 4.3. Forhandakunning 4.3.1. Tilmæli um forhandakunning í feløgum, har landið er einaeigari, skal tað ganga fram av viðtøkunum fyri felagið, at felagið hevur skyldu til at kunna landsstýrismannin um viðurskifti, sum eru týðandi fyri felagið, umframt at kunna landsstýrismannin, um biðið verður um tað. í feløgum, har landið er einaeigari, skal kunning av landsstýrismanninum fylgja meginregluni: ongantíð tikin á bóli. Hetta hevur við sær, at nevndin hevur skyldu at kunna landsstýrismannin um mál, sum hava stóran ella prinsippiellan týdning í mun til virksemi felagins. Landsstýrismaðurin skal m.a. kunnast: o Um fíggjarliga gongdin í felagnum víkir munandi frá tí, sum higartil er fráboðað, ella um roknað verður við hesum. o Um tað eru staðfestir munandi trupulleikar av einum ella øðrum slagi.o áðrenn størri strategiskar avgerðir verða tiknar, t.d. keyp av fyritøkum, sum ikki eru innan fyri galdandi strategi hjá felagnum.o áðrenn avgerðir av stórum strategiskum ella samfelagsliga stórum týdningi verða tiknar. í feløgum, har landið er einaeigari, og sum hava ætlanir um eina nýggja ella dagførda strategi, skal hendan umrøðast millum landsstýrismannin og nevndina við tí fyri eyga, at væntanir til felagið verða stemmaðar av, áðrenn nevndin góðkennir strategiina. í feløgum, har landið hevur meirilutan, eigur at verða umhugsað, um tað kunnu gerast avtalur við hinar eigararnar soleiðis, at landsstýrimaðurin fær upplýsingar svarandi til tær, hann fær í feløgum, har landið er einaeigari. Nevndin kann avgera at geva landsstýrismanninum ikki almannakunngjørdar upplýsingar, um mett verður, at tað tænir áhugamálum felagsins. í børssksrásettum feløgum tó bert, um tað ikki stríðir ímóti børsreglum. Vimerkingar til tilmæli um forhandakunning í vinnfeløgum landsins eru støður, har avvarðandi landsstýrismaður skal kunnast, áðrenn avgerð verður tikin, ella upplýsingar verða almannakunngjørdar. Tað kunnu vera føri, har tað er neyðugt, at landsstýrismaðurinum fær høvi at fyrireika seg, áðrenn upplýsingar verða almannakunngjørdar. Eisini kunnu tað vera føri, har landsstýrismaðurin skal hava møguleika at taka støðu og umrøða málið við nevndina umframt at tryggja, at hann hevur Løgtingið aftan fyri seg til ætlaðu dispositiónina. í vinnufeløgum, har landið ikki er einaeigari, verður landsstýrismaðurin í útgangsstøði ikki 33 forhandakunnaður uttan so, at nevndin avger at kunna landsstýrismannin um upplýsingar, sum ikki eru almannakunngjørdar, og nevndin metir, at hetta tænir áhugamálum felagsins. í útgangsstøði er tað rættur og ábyrgd nevndarinnar at meta um, nær landsstýrismaðurin skal kunnast. Tað kann tó vera skilagott, at landsins væntanir um forhandakunning verða nágreinaðar. Tørvuriná forhandakunning viðvíkjandi einstaka felagnum eigur at verða umrøddur millum avvarðandi landsstýrismann og nevndarformannin, fyri at fáa eina felags fatan av tørvi og vavi av forhandakunning. Hetta er galdandi bæði í vinnufeløgum, har landið er einaeigari, og har landið er meirilutaeigari. 4.4. Fundir millum felag og landsstýrismann 4.4.1. Tilmæli um fundir millum felag og landsstýrismann Landsstýrismaðurin skal saman við nevndini gera leiðreglur fyri fundir við felagið, við m.a. lýsing av fundarætlan og dagsskrá fyri fundirnar. Sum meginregla skulu í minsta lagi vera tveir fundir um árið millum landsstýrismann/ stjórnarráð og felag, har fíggjarliga gongdin í felagnum er til umrøðu. Landsstýrismaðurin skal luttaka í minsta lagi á einum fundi, við tí fyri eyga at umrøða gongdina í felagnum í mun til strategi og fíggjarætlan, nevndarsamanseting, og møgliga størri mál. í minsta lagi eina ferð um árið skal lønarpolitikkur felagsins, og arbeiðið við margfeldni, umframt landsins væntanir til og ætlanir við felagnum, umrøðast. Eftir tørvi kunnu harumframt vera fundir millum embætisfólk og leiðslu felagsins, at umrøða fíggjarligu gongdina í felagnum. Umrøðan á føstu fundunum skal taka støði í tilfari, sum er sent landsstýrismanninum í góðari tíð undan fundunum. Viðmerkingar til tilmæli um fundir millum felag og landsstýrismann Ein týðandi liður í virknum eigaraskapi er effektivt samskifti millum avvarðandi landsstýrismann og felag. Mett verður hóskandi, at landsstýrismaðurin hevur fund við felagsins leiðslu í minsta lagi eina ferð um árið. Harumframt er hóskandi, at tað verða hildnir regluligir fundir millum embætisfólk og felagsins leiðslu, fyri at umrøða fíggjarligu gongdina í felagnum. Tað skulu verða í minsta lagi tveir fundurum árið millum landsstýrismannin/stjórnarráðið og felagið. í størri feløgum við meira samansettum virksemi, verður mælt til at tað í útgangsstøði verða hildnir fýra fundir um árið. Regluligu fundirnir skulu haldast fyri at tryggja áhaldandi dialog millum avvarðandi landsstýrismann og felagið um fíggjarligu gongd felagsins, felagsins væntanir og ætlanir frameftir, felagsins váðar og onnur viðkomandi evni. Skilgott er, at hesir fundir verða hildnir í sambandi við, at felagið leggur fram partsársfrásagnir. Fundir millum felag og avvarðandi landsstýrismann skulu ikki forða fyri avgerðum, men skulu viðvirka til avstemman millum eigara og felag av væntanum. Týðandi eigaraavgerðir verða tiknar á aðalfundinum. 34 5. Nevndarsamanseting, førleikar og samsýning 5.1. Almennar viðmerkingar Ein av mest týðandi uppgávunum hjá landinum sum eigara er at virka fyri, at tað verður vald ein nevnd við góðum førleikum, og sum er hóskandi samansett. 5.2. Nevndarsamanseting og førleikar 5.2.1. Tilmæli um nevndarsamanseting og førleikar Nevndarsamansetingin eigur javnan - og í minsta lagi eina ferð árliga - at verða umrødd millum landsstýrismannin og nevndarformannin. Nevndarformaðurin og landsstýrismaðurin skulu umrøða eitt yvirlit yvir ynskiligar førleikar fyri samlaðu nevndina. Samanlagt skal nevndin hava neyðugu førleikarnar, til tess at útinna eftirlit við stjórniniog útinna strategiska leiðslu av felagnum, soleiðis, at nevndin sum kollektiv hevur rætta kompetensuprofilin til at tryggja atlitið til langtíðar virðisskapan og møguliga onnur mál, sum felagið hevur. Fyri hvørt vinnufelag verður gjørt eitt yvirlit yvir kjarnuførleikar og royndir, sum nevndin eigur at hava. Yvirlitið skal avspegla stødd og slag av vinnufelag, fíggjarligu og strategisku støðuna, støðuna í vinnugreinini har felagið virkar, og tær avbjóðingar sum liggja fyri framman hjá felagnum. Yvirlitið skal tæna sum innanhýsis amboð, tá landsstýrismaðurin og formaðurin umrøða nevndarsamansetingina. Val av nevnd skal verða grundað á skjalfestar førleikar, eginleikar og royndir, sum verða mettar at kunna geva íkast til leiðsluna av felagnum. o Dentur kann eitt nú leggjast á breiðar vinnuligar royndir, leiðsluroyndir, royndir innan viðkomandi vinnugrein, fíggjarligar og roknskaparligar førleikar, altjóða royndir, løgfrøðiligar førleikar, førleikar innan grannskoðan, royndir við samanlegging og keypi av fyritøkum, royndir frá størri broytingartilgongdum o.a. o í vinnufeløgum, har landið er meirilutaeigari, skal dentur eisini leggjast á javnstøðu millum kynini. o Atlit kunnu eisini takast til eina hóskandi aldurssamanseting og landafrøðiligt, mentanarligt og sosialt fjølbroytni. Við samanseting av nevnd skal so vítt gjørligt leggjast upp fyri, at nevndin hevur ein hóskandi kandidat til at yvirtaka formanssessin, skuldi formaðurin farið frá. Nevndin eigur at avspegla førleika, kapasitet og fjølbroytni, í mun til sereyðkennini hjá vinnufelagnum. Mælt verður til, at hvør einstakur nevndarlimur metir um, hvussu nógva tíð hann hevur fyri neyðini at nýta til arbeiðið í ítøkiligu nevndini, soleiðis, at hann ikki átekur sær fleiri nevndarsessir og arbeiði, enn at hann kann røkja hvørt av hesum til lítar og á nøktandi hátt fyri felagið. Viðmerkingar til tilmæli um nevndarsamanseting og førleikar Tað hevur stóran týdning, at nevndarformaðurin og avvarðandi landsstýrismaður javnan og í minsta lagi eina ferð um árið umrøða nevndarsamansetingina. 35 Fyri at tryggja haldgott grundarlag fyri vali av nevndarlimum, skulu avvarðandi landsstýrismaður og nevndarformaðurin í landsins vinnufeløgum hvørt ár umrøða eitt yvirlit yvir ynskiligar førleikar, sum nevndin sum kollektiv eigur at hava. Hetta yvirlit skal taka støði í stødd og slag av vinnufelag, fíggjarligu og strategisku støðuni, støðuni í vinnugreinini, har felagið virkar, og tær avbjóðingar sum liggja fyri framman. Yvirlitið, sum skal vera ein bruttolisti yvir ynskiligar førleikar, skal saman við eftirmetingini hjá nevndini av nevndararbeiðinum nýtast sum innanhýsis amboð, tá landsstýrismaðurin og formaðurin umrøða nevndarsamansetingina. Val av nevnd skal verða grundað á skjalfestar førleikar, eginleikar og royndir, sum verða mettar at kunna geva íkast til leiðsluna av felagnum. Dentur kann eitt nú leggjast á breiðar vinnuligar royndir, leiðsluroyndir, royndir innan viðkomandi vinnugrein, fíggjarligar og roknskaparligar førleikar, altjóða royndir, løgfrøðiligar førleikar,førleikar innan grannskoðan, royndir við samanlegging og keypi av fyritøkum, royndir frá størri broytingartilgongdum o.a. í vinnufeløgum, har landið er meirilutaeigari, skal dentur eisini leggjast á javnstøðu millum kynini. 5.3. Val av nevndarlimum 5.3.1. Tilmæli um val av nevndarlimum Landsstýrismaðurin, ið varðar av eigaraskapinum, hevur ábyrgd av at finna uppskot til hóskandi nevndarlimir. Uppskot til nevndarlimir í vinnufeløgum, ella feløgum, har landið sambært partaeigarasáttmála ella í aðrar mátar hevur rætt til at tilnevna nevndarlimir, ella hvussu landið atkvøður til nevndarval á aðalfundum í feløgum, har landið er minnilutaeigari, eru mál, ið skulu leggjast fyri landsstýrið til kunningar Saman við innkallingini til aðalfund, har nevndarval er á dagsskránni, skal umframt tað sum er lógarkravt, eisini sendast ein lýsing av førleikunum hjá valevnum við upplýsing um onnur leiðslustørv, herundir størv í stjórn og nevndum, og upplýsing um valevnið verður mett óheft. Viðmerkingar til tilmæli um val av nevndarlimum Tað er eigarin, sum hevur málsræðið viðvíkjandi val av nevndarlimum í nevnd felagsins, sum verður útint árliga við atkvøðugreiðslu á aðalfundinum. í vinnufeløgum, har landið er meirilutaeigari, er tað uppgávan hjá avvarðandi landsstýrismanni at finna skikkaðar nevndarlimir, um mett verður, at tørvur er á útskifting, ella at nevndarlimur ynskir at taka seg úr nevndini. í grannalondunum er nevndarval til nevndirnar í landsins vinnufeløgum mál á stjórnarstigi. Danmark hevur Regeringens Ansættelsesudvalg, har forsætismálaráðharrin, fíggjarmálaráðharrin og uttaríkismálaráðharrin hava sæti, og sum viðgerða mál um setan av hægri embætisfólki og serligum ráðgevarum, val av nevndum í vinnufeløgum landsins o.a. Avvarðandi ráðharri útvegar grundarlagið fyri viðgerðini á stjórnarstigi, við støði í umrøðu millum ráðharran og nevndarformannin um nevndarsamsetingina. 36 Mælt verður til líknandi mannagongd soleiðis, at mál um val av nevnd í vinnufeløgum landsins verða løgd fyri landsstýrið, og at avvarðandi landsstýrismaður við støði í umrøðuni við nevndarformannin um nevndarsamansetingina útvegar grundarlagið fyri viðgerðini í landsstýrinum. 5.4. Val av nevndarformanni 5.4.1. Tilmæli um val av nevndarformanni í feløgum, har landið er einaeigari, eigur tað at verða ásett í viðtøkum felagsins, at nevndarformaður og møguligur næstformaður verða valdir á aðalfundinum. Arbeiðast skal fyri, at hetta eisini verður galdandi í feløgum, har landið er meirilutaeigari. Viðmerkingar til val av nevndarformanni Eftir vinnufelagalógini velur nevndin í einum partafelagi nevndarformannin, um ikki annað er ásett í viðtøkunum. Oftast er ikki ivi um, hvør skal vera nevndarformaður og møguligur næstformaður. Av tí at starvið sum formaður og møguligur næstformaður er so týðandi og tíðarkrevjandi, eiga teir persónar, sum taka á seg seg hesi størv, frammanundan aðalfundinum at hava givið tilsøgn um tað. Verður ein áseting sett í viðtøkurnar um, at nevndarformaðurin og møguligur næstformaður verða valdir á aðalfundinum, verður størri gjøgnumskygni um galdandi praksis, nevniliga at tað er eigarin og ikki nevndin, sum avger, hvør skal verða nevndarformaður og møguligur næstformaður. Hvørt næstformaður skal veljast í einum felagi ella ikki, veldst bæði um stødd og slag av virksemi, og hvønn týdning og hvussu sjónligt felagið er í samfelagnum. í summum feløgum hevur nevndin ein virknan leiklut í sjálvum virkseminum, eitt nú taka støðu til umsóknir um lán, sum nevndin (í Realinum stjórnin) skal taka støðu til. Slík feløg eiga at hava ein næstformann, soleiðis at virksemið ikki verður tarnað, um formaðurin fær forfall. í øðrum feløgum er virksemið av slíkum slag, at tað kann vera til skaða fyri felagið og tess virksemi, og til ampa fyri samfelagið, um felagið í styttri tíð er uttan formann, eitt nú vegna sjúku. Sum dømi kann tað vera sera óheppið fyri eitt felag sum Atlantic Ariways, um formaðurin fær forfall, samstundis sum eitt størri óhapp hendir í sambandi við flúgving. Slík feløg eiga tí altíð at hava ein næstformann í nevndini, sum uttan drál kann virka sum formaður, meðan hesin hevur forfall. 1í stýrisskipanarlógini er ásett, at løgtingsmaður skal leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum o.t., sum eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur skipað hann í, tó undantikin beinleiðis fólkavald umboð. Orsøkin til tað er eftir viðmerkingunum til stýrisskipanarlógina (her endurgivið í samandrátti): Landsstýrið hevur eftirlit við persónum, sum hava álitisstørv í nevndum og ráðum, vald av landsstýrinum. Løgtingið hevur eftirlit við landsstýrinum. Tað er tí ein mótsøgn, at løgtingsmenn kunnu hava eftirlit við somu løgtingsmonnum, tá ið teir eru í starvi hjá nevndum og ráðum og øðrum stovnum undir landinum. Løgtingsskrivstovan hevur upplýst, at Løgtingsskrivstovan í ítøkiligum máli hevur mett, at hetta ikki er galdandi fyri løgtingslimir, sum eru starvfólkavaldir limir í nevnd í vinnufelag hjá landinum.Eftir løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., skulu løgmaður og landsstýrismenn vanliga siga frá sær størv í almennari tænastu ella privatum virkjum, samtøkum ella stovnum. 37 Onnur feløg eru minni viðkvom, og nýtast tí ikki at hava næstformann. Hetta er serliga galdandi fyri smá feløg, har fundartíttleikin er lítil, ella har nevndin ikki luttekur í beinleiðis rakstrinum, ella har árinini av óvanligum hendingum eru minni, og har tíðin tískil er minni avgerandi. Har ber til at bíða til formaðurin er tøkur aftur, ella at halda eykaaðalfund við tí fyri eyga at velja nýggjan formann, um so er, at formaðurin hevur fingið forfall. 5.5. óheftni hjá nevndarlimum 5.5.1. Tilmæli um óheftni hjá nevndarlimum Meirilutin av aðalfundarvaldu nevndarlimunum skal í útgangsstøði vera óheftur. Nevndarformaðurin skal í útgangsstøði vera óheftur. í innkallingini til aðalfund og í leiðslufrágreiðingini skal upplýsast, hvørjir nevndarlimir verða mettir at vera óheftir. í innkallingini til aðalfund skal upplýsast, hvørjir nevndarlimir, ið eru í uppskoti, verða mettir óheftir. Fyri at vera óheftur, má viðkomandi nevndarlimur ikki: o vera, ella seinastu 5 árini hava verið limur í stjórn ella verið leiðandi starvsfólk í felagnum, dótturfelag ella í atknýttum felag, o seinastu 5 árini hava móttikið týðandi viðurlag frá felagnum/samtakinum, dótturfelag ella atknýttum felag, í øðrum leikluti enn sum nevndarlimur, o umboða áhugamálini hjá einum ráðandi partaeigara,o seinasta árið hava havt týðandi handilssamband (t.d. persónliga ella óbeinleiðis sum partnari ella starvsfólk, partaeigari, viðskiftafólk, veitari ella sum limur í leiðslu í feløgum við tilsvarandi sambandi) við felagið, dótturfelag ella associerað felag,o vera, ella seinastu 3 árini hava verið í starvi ella partnari hjá uttanhýsis grannskoðara felagsins,o vera stjóri í felag, har tað er umskarandi leiðsluumboðan við felagið (t.d. um nevndarlimur í felag A er stjóri í Felag B, samstundis sum nevndarlimur í felag B er stjóri í felag A),o hava verið limur í nevndini í meira enn 12 ár, ellao vera nær skyldur við persónar, sum ikki eru at meta sum óheftir. Onnur viðurskifti kunnu eisini gera, at ein nevndarlimur ikki er óheftur. Viðmerkingar til tilmæli um óheftni hjá nevndarlimum Tilmælið um, at meirilutin av aðalfundarvaldu nevndarlimunum skulu vera óheftir, skal fatast soleiðis, at teir ikki skulu hava nevniverd fíggjarlig viðurskifti við felagið umframt at vera nevndarlimir. Hóast nevndin sum heild skal vera óheft, kann tað í onkrum førum verða skilagott at velja einstakar nevndarlimir, sum ikki fult og heilt lúka kravið um óheftni. Serliga kann tað vera við atliti at, at nevndin er hóskandi samansett viðvíkjandi førleikum, at ein nevndarlimur hevur kunnleika til ta vinnugrein, sum felagið virkar í ella líknandi vinnugrein. Tað kann hava við sær, at tað verða støður, har nevndarlimurin er í vinnu í fyritøku, sum vinnufelag landsins t.d. hevur sum kunda, og tað kann í tí førinum gerast ein gegnistrupulleiki. í tí førinum má vinnufelag landsins hava greiðar mannagongdir fyri, hvussu slíkar støður skulu handfarast. 38 5.6. Starvsfólk hjá landinum sum nevndarlimir 5.6.1. Tilmæli um starvsfólk hjá landinum sum nevndarlimir Sum nevndarlimir eigur landið ikki at velja: Starvsfólk í stjórnarráði ella í landsumsitingini annars, sum hevur mál viðvíkjandi vinnufelagnum sum málsøki, ella sum starvast í stjórnarráði ella aðrari eind innan landsumsitingina, sum regluliga viðger mál av týdningi fyri vinnufelagið ella fyri viðkomandi vinnugrein. Viðmerkingar til tilmæli um starvsfólk hjá landinum sum nevndarlimir Bæði í Danmark og Noregi verður mælt til, at staturin sum meginregla ikki velur embætisfólk í nevndina í vinnufeløgum hjá statinum. Hetta eigur eisini at vera meginreglan viðvíkjandi vali av nevndarlimum í vinnufeløg landsins. Orsøkin til tað er m.a., at embætisfólk í landsumsitingini øðrumegin skulu røkja áhugamál vinnufelagsins, meðan tey hinumegin í leiklutinum sum embætisfólk skulu fylgja boðum frá ráðharranum. Fyri einstaka embætisfólkið kann tað hava við sær støður, har embætisfólkið kemur í loyalitetskonflikt, og sum skapa ógreidleika í mun til hvørji áhugamál tey skulu røkja. 5.7. Starvsfólkavaldir nevndarlmir 5.7.1. Tilmæli um starvsfólkavaldar nevndarlimir í vinnufeløgum, har starvsfólkaumboðan ikki er eitt krav eftir vinnufelagalógini, eigur kortini at verða umhugsað at lata starvsfólkini velja umboð í nevndina. í vinnufeløgum landsins skal ársfrágreiðingin og/ella heimasíðan umrøða, nær og hvussu val av starvsfólkaumboðum til nevndina fer fram. Viðmerkingar til tilmæli um starvsfólkavaldar nevndarlimir í parta- og smápartafeløgum, sum seinastu 3 árini hava havt fleiri enn 35 starvsfólk, hava starvsfólkini sambært vinnufelagalógini rætt til at velja eitt tal av nevndarlimum svarandi til helvtina av aðalfundarvaldu limunum, tó minst 2 limir. í vinnufeløgum landsins, sum ikki eru fevnd av vinnufelagalógini, hava ikki samsvarandi rættindi. Vinnufeløg landsins, sum eru skipað sum partafelag ella á annan líknandi hátt, og sum seinastu 3 árini hava havt fleiri enn 35 starvsfólk, eiga at verða javnsett viðvíkjandi starvsfólkaumboðan. í vinnufeløgum landsins, sum eru skipað á líknandi hátt sum partafeløg landsins, men sum ikki eru fevnd av vinnufelegalógini, og har starvsfólkaumboðan tí ikki er eitt krav, eigur kortini at verða umhugsað, at lata starvsfólkini velja umboð í nevndina. 39 5.8. Nevndarsamsýning 5.8.1. Tilmæli um nevndarsamsýning Nevndin í vinnufeløgum skal gera ein politikk fyri nevndarsamsýning. Bæði nevndarsamsýningarpolitikkur og uppskot um ítøkiliga samsýning í verandi roknskaparári skal góðkennast av aðalfundinum aftaná, at landsstýrismaðurin og nevndarformaðurin hava umrøtt tað. Landsstýrismaðurin leggur nevndarsamsýningarpolitikk og nevndarsamsýning fyri landsstýrið. ásetan av samsýning skal taka atlit til ábyrgd, arbeiðsbyrðu, stødd á samsýning í øðrum vinnufeløgum hjá landinum, umframt samsýningina í sambæriligum privatum føroyskum vinnufeløgum. Málið er, at samsýningin skal vera kappingarfør uttan at vera lønarførandi. Samsýning til nevndir í vinnufeløgum eigur at verða ásett sum ein føst upphædd, og ikki innihalda áeggjanarviðurgjald so sum til dømis bonus, optiónir ella annað skiftandi viðurgjald. í feløgum, har landið ikki er einsamallur eigari, eigur landið somuleiðis at arbeiða fyri, at samsýningin verður ásett sum ein føst upphædd. Landið eigur ikki at stuðla uppskotum um, at nevndin fær samsýning við áeggjanarviðurgjaldi ella øðrum skiftandi viðurgjaldi. í sambandi við heilt serligar einsinnishendingar, so sum stovnan av einum nýggjum felag ella einskiljing, sum krevur stórt eyka arbeiði í ávíst avmarkað tíðarskeið, kann avtalast annar leistur fyri hetta tíðarskeiðið. í feløgum, har nevndin skipar undirnevndir, so sum grannskoðanarnevnd, samsýningarnevnd, ella har aðalfundurin hevur valt tilnevningarnevnd, kann ásetast eitt serstakt viðurlag fyri limirnar í hesum nevndum. Samsýning til nevndarlimir í vinnufeløgum, har landið er einaeigari, eigur at ganga greitt fram í ársfrásøgnini, við tilskilaðari upphædd fyri hvønn einstakan nevndarlim, nevndan við navni. í feløgum, har landið ikki er einsamallur eigari, skal landið arbeiða fyri somu reglu. Viðmerkingar til tilmæli um nevndarsamsýning Nevndararbeiði í vinnufeløgum landsins skal vera áhugavert fyri persónar við góðum førleikum. Nevnarsamsýningin er týðandi í tí sambandinum. Vinnufeløg landsins eru ymisk í stødd, ábyrgdin er ymisk og tað er eisini ymiskt, hvussu samansett virksemið er. Tí eigur nevndarsamsýningin eisini at vera ymisk millum feløgini. Yvirskipað skal nevndarsamsyningin í vinnufeløgum landsins vera kappingarfør, fyri at nevndararbeiði í landsins vinnufeløgum skal vera áhugavert fyri perónar við góðum førleikum. Men vinnufeløg landsins skulu ikki vera førandi viðvíkjandi nevndarsamsýningum í mun til sambærlig privat føroysk feløg. Tá samsýningin verður ásett, skal atlit takast at felagsins stødd og hvussu samansett felagið er, hvussu tung arbeiðsbyrðan er, samsýningina í øðrum vinnufeløgum landsins, umframt samsýningina í sambæriligum privatum føroyskum feløgum. Verður roknað við heilt serligum arbeiði, kunnu verða avtalaðar serligar skipanir um tað, tó so, at samsýning til nevndina í byrjanarstøðu verður ásett sum ein føst árlig upphædd, og at landið sum meginregla ikki stuðlar áeggjanargrundaða samsýning til nevndina. Býtið av samsýning milllum formann, næstformann og limir skal taka støði í arbeiðsbyrðuni hjá einstøku nevndarlimunum. 40 Verða undirnevndir nýttar, kann serlig samsýning verða latin fyri tað, sum skal ganga fram av felagsins leiðreglum um nevndarsamsýning. Tað skal gerast ein samsýningarpolitikkur fyri nevndina, sum skal góðkennast á aðalfundinum og almannakunngerast. Harumframt skulu ítøkilig uppskot til nevndarsamsýning fyri verandi ár samstykkjast á aðalfundinum, eftir umrøðu um tað millum avvarðandi landsstýrismann og nevndarformannin. Nevndarsamsýningin til nevndina fyri undanfarin ár skal ganga fram av ársfrásøgnini. Avvarðandi landsstýrismaður leggur nevndarsamsýningarpolitikk og nevndarsamsýning fyri landsstýrið. 5.9. Tal av nevndarlimum 5.9.1. Tilmæli um tal av nevndarlimum Talið av nevndarlimum eigur at ásetast út frá, hvat slag av virksemi talan er um, og hvussu stórur tørvur er á ymiskari servitan í nevndini. Nevndin eigur tó ikki at vera størri enn neyðugt. Viðmerkingar til tilmæli um tal av nevndarlimum Eitt kapitalfelag skal sambært vinnufelagalógini hava minst 3 nevndarlimir. í feløgum, sum seinastu 3 árini hava havt fleiri enn 35 starvsfólk, hava starvsfólkini harafturat rætt til at velja eitt tal av nevndarlimum svarandi til helvtina av aðalfundarvaldu limunum, avrundað uppeftir, tó minst 2 limir. Talið av nevndarlimum eigur at ásetast út frá, hvat slag av virksemi talan er um, og hvussu stórur tørvur er á ymiskari servitan í nevndini. Nevndin eigur tó ikki at vera størri enn neyðugt. Vanliga vil ein nevnd á 4 aðalfundarvaldar limir vera hóskandi. Er starvsfólkaumboðan sambært vinnufelagalógini, kemur talið upp á 6 nevndarlimir samanlagt. 5.10. Valskeið 5.10.1. Tilmæli um valskeið Nevndarlimir í partafeløgum landsins og øðrum vinnufeløgum, har landið einsamalt velur nevnd, skulu sum meginregla veljast fyri 1 ár í senn. Afturval kann fara fram. Viðmerkingar til tilmæli um valskeið Eftir vinnufelagalógini er starvstíðin hjá aðalfundarvaldu nevndarlimunum tann, sum ásett er í viðtøkunum, og kann í mesta lagi vera 4 ár. Mælt verður til, at nevndarlimir í partafeløgum landsins og øðrum vinnufeløgum, har landið einsamalt velur nevnd, sum meginregla skulu veljast fyri 1 ár í senn. Afturval kann fara fram. 41 6. Nevndararbeiðið 6.1. Almennar viðmerkingar í vinnufelag eru nevnd og stjórn saman felagsins leiðsla. Meðan stjórn felagsins hevur dagligu leiðsluna um hendur, hevur nevndin ábyrgdina av yvirskipaðu og strategisku leiðsluni. Tað merkir m.a., at nevndin á virknan hátt skal luttaka í gerð av felagsins yvirskipaðu strategi, og skal seta mál fyri felagið. Ein annar týðandi táttur í nevndararbeiðinum er at hava eftirlit við felagsins fíggjarligu viðurskiftum. Sum liður í hesum hevur nevndin ábyrgdina av, at tað verður framd ein óheft rættvísandi grannskoðan. Harumframt hevur nevndin eftirlit við stjórn felagsins. Nevndin skal røkja áhugamál eigaranna, og skal taka avgerðir eftir hvat tænir vinnufelagnum best. Hetta merkir m.a., at nevndin skal vera tøk hjá eigarum felagsins. Nevndin í vinnufeløgum, har landið er einaeigari, hevur samstundis skyldu til á ein virknan hátt at viðvirka til, at væntanir til viðurskifti og gongd felagsins eru stemmaðar av við avvarðandi landsstýrismann. 6.2. Arbeiðið í nevndini 6.2.1. Tilmæli um arbeiði í nevndini Arbeiði nevndarinnar skal leggjast til rættis við støði í eini fundar- og arbeiðsætlan, tó soleiðis, at nevndin hevur fundir í tann mun, gongdin í felagnum krevur ella leggur upp til tað. Tað eigur at almannakunngerast í ársfrásøgn felagsins, hvussu ofta fundir eru. Formaðurin kallar inn til fund og leiðir fundirnar. Nevndin skal í minsta lagi eina ferð um árið áseta yvirskipaðu karmarnar fyri felagið, herundir: Taka støðu til tey viðurskifti, sum eru partur av uppgávum nevndarinnar. Taka støðu til starvsskipan nevndarinnar. Taka støðu til yvirskipaðu strategi felagsins við atliti til at tryggja virðisskapan í felagnum. Ansa eftir, at felagið hevur ein kapitalstruktur, sum stuðlar undir, at strategi felagsins og langtíðar virðisskapan eru í samsvari við áhugamál partaeigaranna og áhugamál felagsins, og greiða frá hesum í leiðslufrágreiðingini. Ansa eftir, at likviditetstilbúgving felagsins er nøktandi, m.a. við atliti at váðum felagsins. Umrøða gongdina og váðar felagsins generelt, og hvørji tiltøk skulu setast í verk í tí sambandinum. Umrøða leiðreglur fyri útinnanini av leiðsluliga og fíggjarliga eftirlitinum við arbeiðinum hjá stjórnini. Umrøða nevndarinnar førleikar og innanhýsis samstarv og við stjórn felagsins. Umrøða fyriskipan fyri stjórn felagsins (instruks), umframt samanseting av stjórnini. Umrøða virksemi felagsins fyri at tryggja margfeldni í leiðslu felagsins, heruppí áseta ítøkilig mál. Umrøða viðurskifti felagsins við áhugapartar tess umframt tær serligu treytir, sum fylgja av, at landið er eigari. Umrøða mannagongdir felagsins í sambandi við kunning á heimasíðu felagsins og við fráboðan til fjølmiðlar, um týðandi viðurskifti sum viðvíkja felagnum, og sum kunnu metast at fáa týdning fyri framtíð felagsins, starvsfólk, partaeigarar ella kravánarar. 42 Viðmerkingar til tilmæli um arbeiði í nevndini Nevnd og stjórn standa fyri leiðsluni av vinnufelagnum. Nevndin stendur fyri yvirskipaðu og strategisku leiðsluni, og til at standa fyri dagligu leiðsluni skal nevndin seta eina stjórn. Vinnufelagalógin áleggur nevndini fleiri uppgávur og ásetur yvirskipaðu karmarnar um uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum nevnd og stjórn. Nevndin skal umframt at røkja yvirskipaðu og strategisku leiðsluna, eisini tryggja eina fullgóða skipan av virksemi kapitalfelagsins, herundir ansa eftir (sbr. Vinnufelagalógini § 115), at . 1)  bókførslan og roknskaparframløgan fer fram á ein hátt, sum eftir viðurskiftum kapitalfelagsins er nøktandi, . 2)  skipaðar eru neyðugu mannagongdirnar fyri váðastýring og innanhýsis eftirliti, . 3)  nevndin áhaldandi fær neyðugu frágreiðingarnar um fíggjarligu viðurskifti kapitalfelagsins, . 4)  stjórnin útinnir uppgávur sínar á ein hóskandi hátt og eftir leiðreglum nevndarinnar, og at . 5)  kapitaltilbúgving kapitalfelagsins til eina og hvørja tíð er fullgóð, heruppií at nóg mikið av gjaldføri er til at nøkta verandi og komandi skyldur kapitalfelagsins, so hvørt sum tær fella til gjaldingar, og nevndin hevur sostatt til eina og hvørja tíð skyldu til at meta um fíggjarligu støðuna og tryggja, at verandi kapitaltilbúgving er fullgóð. Tað áliggur nevndini at røkja áhugamál eigaranna við nærlægni, og at hóskandi fyrilit verða tikin til aðrar áhugapartar. Tað er ein týðandi uppgáva hjá nevndini, og serliga hjá nevndarformanninum, at leggja arbeiðið í nevndini soleiðis til rættis, at nevndin í samstarvi við stjórn felagsins tryggjar eina munadygga leiðslu av felagnum. Nøkur amboð av meira formligum slag kunnu viðvirka til, at nevndin virkar munadygt. Til dømis at hava eina regluliga fundarætlan, eitt nú fyri eitt ár í senn, ið ásetir tal av regluligum fundum, nær hesir skulu vera, og á hvørjum fundum ávís afturvendandi punkt verða viðgjørd. Eisini er tað týdningarmikið at hava eina greiða starvsskipan fyri nevndararbeiði, og eina greiða fyriskipan fyri starvið hjá stjórnini soleiðis, at nevndin saman við stjórn kann tryggja eina munadygga leiðslu av felagnum. Nevndin hevur ábyrgdina av at tryggja, at tað altíð er eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum nevnd og stjórn, herundir at nevndin í eini fyriskipan (instruks) ásetur heimildir og boð til stjórnina. Ein slík fyriskipan eigur at innihalda leiðreglur um rapporteringar frá stjórnini til nevndina, mannagongdir fyri at lata upplýsingar millum stjórn og nevnd, umframt heimildir til stjórnina, sum ikki hoyra til dagliga raksturin. 6.3. Grannskoðan 6.3.1. Tilmæli um grannskoðan Nevndin skal tryggja regluligt samskifti og kunning millum nevnd og grannskoðara(r) hjá vinnufelagnum. Grannskoðaraavtalan og samsýningin verða avtalað millum nevnd og grannskoðara. 43 í minsta lagi eina ferð árliga hevur nevndin fund við uttanhýsis og, um slík er, eisini innanhýsis grannskoðanina, uttan at stjórnin er til staðar. Tann ella teir grannskoðarar, ið undirskriva grannskoðanarátekningina, verða í seinasta lagi 7 ár eftir, at teir eru tilnevndir at gera uppgávuna, skiftir út fyri eitt tíðarskeið, sum er í minsta lagi 2 ár. Nevndin í miðalstórum og stórum vinnufeløgum, og har ein slík ikki er frammanundan, tekur árliga støðu til, hvørt ein innanhýsis grannskoðan eigur at verða sett á stovn, at styðja upp undir og ansa eftir innanhýsis eftirlits- og váðastýringsskipanum hjá felagnum. Er ongin innanhýsis grannskoðan, skal í ársfrágsøgnini upplýsast um niðurstøðuna og grundgevingarnar hjá nevndini viðvíkjandi ikki at stovnseta slíka. í ársfrágsøgnini skal upplýsast, hvussu nógv ár sama grannskoðari hevur grannskoðað vinnufelagið. Viðmerkingar til tilmæli um grannskoðan Eftir ársroknskaparlógini skulu partafeløg landsins hava í minsta lagi ein óheftan grannskoðara og í minsta lagi einn grannskoðari skal vera løggildur. Grannskoðanin í vinnufelagnum er týðandi eftirlitsstarv fyri felagsins áhugapartar. Tað er serliga galdandi fyri felagsins ársfrásøgn, har grannskoðanin er við til at tryggja, at tað verður givin ein rættvísandi mynd av felagsins viðurskiftum. Nevndin hevur ábyrgdina av, at grannskoðanin er óheft og hevur neyðugar førleikar. Nevndin ger grannskoðaraavtalu og avtalar samsýning fyri grannskoðan við grannskoðanina. Tað eigur tí at vera regluligt samskifti og kunning millum nevnd og grannskoðara(r) hjá vinnufelagnum fyri at tryggja, at uppgávur grannskoðarans eru greitt defineraðar, og at tað fer fram ein skipað rapportering frá grannskoðara til nevndina. Tað er týðandi, at tað ikki er ivi um óheftni grannkoðarans. Reglur um óheftni grannskoðarans eruí grannksoðaralógini. Tann ella teir grannskoðarar, ið undirskriva grannskoðanarátekningina, skulu í seinasta lagi 7 ár eftir, at teir eru tilnevndir, verða skiftir út fyri eitt tíðarskeið, sum er í minsta lagi 2 ár. Tað er ásett fyri, at grannskoðarin ikki skal fáa ov tætt tilknýti til felagið ella leiðsluna í felagnum, og skal tryggja óheftni. Reglurnar um at skifta grannskoðara eru galdandi fyri fyritøkur, ið hava virðisbrøv, ið verða handlað á einum skipaðum marknaði í einum ES-landi ella einum EBS-landi, og fyritøkur,ið eru undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum. Mælt verður til at vinnufeløg landsins nýta samsvarandi reglur. 6.4. Starvsskipan fyri nevndina 6.4.1. Tilmæli um starvsskipan fyri nevndina Starvsskipanin skal í mista lagi innihalda tær leiðreglur og ásetingar, sum ganga fram av vinnufelagalógini. Harumframt eigur starvsskipanin at innihalda: o Mannagongdir um rapportering frá stjórn til nevnd og fyri samskiftið millum nevnd og stjórn. o ásetingar um, hvussu avgerðir verða tiknar í skundmálum, har ikki ber til at hava nevndarfund í bráðskundi. 44 o ásetingar, sum tryggja at allir nevndarlimir so vítt gjørligt, fáa givið sína støðu til kennar, áðrenn avgerð verður tikin. o Hvussu farast skal fram í sambandi við møgulig mótstríðandi áhugamál við felagið. ásetingarnar eiga eisini at áseta mannagongd fyri, hvussu farið verður fram, tá ósemja er um, hvørt talan er um gegnistrupulleikar ella ikki. Grundarlagið fyri ásetingunum skal vera, at allur ivi um gegni eigur at umgangast, um tað yvirhøvur er gjørligt. Viðmerkingar til tilmæli um starvsskipan fyri nevndina Landið hevur sum eigari áhuga í, at arbeiði nevndarinnar er lagt soleiðis til rættis, at nevndin í samstarvi við stjórnina kann tryggja eina munadygga leiðslu av felagnum. Eitt amboð sum kann viðvirka til tað, er, at tað verður gjørd ein starvsskipan fyri nevndina, sum er dekkandi og operationel.Starvsskipanin skal taka støði í tørvi felagsins. Eftir vinnufelagalógini hevur nevndin skyldu at gera eina starvsskipan, har tað skulu ásetast nærri ásetingar um uppgávur nevndarinnar. Vinnufelagalógin, § 130 stk. 2, hevur fylgjandi áseting um starvsskipanina: Tá starvsskipanin verður gjørd, verður støðið tikið í virksemi og tørvi kapitalfelagsins.í hesum sambandi eigur nevndin ella eftirlitsráðið serliga at umhugsa, hvørt tað í starvsskipanini skulu vera ásetingar um konstitutión, arbeiðsbýti, eftirlit við dagligu leiðslu stjórnarinnar, førslu av bókum og gerðabókum, skrivligar og elektróniskar fundir, tagnarskyldu, varalimir, roknskapareftirlit, undirskriving av grannskoðanarprotokoll og tryggjan av, at neyðuga grundarlagið fyri grannskoðan er tøkt. Starvsskipan nevndarinnar í partafeløgum landsins skal, í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er gjørd, almannakunngerast í kt-skipan Skráseting Føroya. Sama freist er galdandi, tá eitt partafelag gerst eitt partafelag hjá landinum eftir 19. kapitli, ella tá broytingar verða gjørdar í starvsskipanini hjá einum partafelagi hjá landinum. Hesi minstukrøv seta karmarnar um starvsskipanina. Tað, sum er avgerandi, er tó, at nevndin tryggjar, at starvsskipanin gerst eitt veruligt arbeiðsamboð, sum setur reglur um mannagongdir o.a., sum ger tað gjørligt hjá eini nevnd at lúka tær skyldur, sum áliggja nevndini. Hetta kann eisini fevna um viðurskifti, sum ikki eru lógarkrøv. Eftir vinnufelagalógini skal nevndin í einum partafelag hjá landinum tryggja, at ásettar verða leiðreglur, sum tryggja, at felagið lýkur serligu reglurnar fyri partafeløg hjá landinum í vinnufelagalógini og í ársroknskaparlógini. Tað er eisini hóskandi, at tað í starvsskipanini verður tikin støða til fleiri av teimum viðurskiftum, sum eru fevnd av eigarapolitikki landsins. Tað snýr seg um mannagongdir í sambandi við samskifti við landið sum eigara. Starvsskipanin skal sostatt tillagast støðuni hjá einstaka vinnufelagnum, og fyri partafeløg hjá landinum serliga tey viðurskiftini, sum gera seg galdandi í mun til landið sum partaeigara. 45 6.5. Gegni hjá nevndarlimum 6.5.1. Tilmæli um gegni hjá nevndarlimum Nevndin skal tryggja, at reglurnar um gegni í vinnufelagalógini verða hildnar soleiðis, at ivi ikki kann verða reistur um, hvørt leiðsluavgerðir verða tiknar eftir tí, sum tænir áhugamálum felagsins. í vinnufeløgum landsins skal starvsskipan nevndarinnar áseta: o Mannagongd fyri handfaring av áhugakonfliktum.o Mannagongd fyri handfaring av ósemjum um ógegni. Landið væntar samsvarandi í øðrum feløgum, har landið er partaegari. Viðmerkingar til tilmæli um gegni hjá nevndarlimum Sbrt. vinnufelagalógini kann limur í leiðsluni ikki luttaka í viðgerðini av málum, sum viðkomandi sjálvur hevur ein týðandi áhuga í, sum kann vera í stríð við felagsins áhugamál. Spurningurin um ógegni hjá nevndarlimi skal metast konkret. Við tað at persónar, sum hava førleikar til ein nevndarsess í einum vinnufelag hjá landinum ofta eisini hava hava onnur størv á høgum leiðslustigi, orsakað av teirra førleikum, kunnu tað verða mál í einum vinnufelag hjá landinum, har ein nevndarlimur er ógegnigur sbrt. ásetingunum í vinnufelagalógini um hetta. Atlit at, at nevndin verður samansett best møguligt í mun til professionellar og persónaligar førleikar, eiga at hava avgerandi tyngd, hóast tað hevur við sær, at einstakir nevndarlimir kunnu vera ógegnigir í ávísum málum. Landsstýrið roknar við, at einstaki nevndarlimurin og samlaða nevndin tryggjar, at reglurnar í vinnufelagalógini um ógegni hjá nevndarlimum verða fylgdar soleiðis, at ivi ikki verður um, at avgerðir í nevndini verða tiknar eftir tí, sum tænir áhugamálum felagsins. 6.6. Undirnevndir 6.6.1. Tilmæli um undirnevndir Nevndin skal viðgera og taka støðu til, hvørt virksemið er so torgreinað, at tað er ein fyrimunur at seta undirnevnd(ir). Tá ein undirnevnd verður sett, skal felagið, grunnurin ella stovnurin almannakunngera kommissorium fyri undirnevndina, eitt yvirlit yvir týdningarmestu aktivitetirnar í árinum, talið av fundum, limirnar í undirnevndini, hvør er formaður, hvørjir limir verða mettir at vera óheftir, hvørjir verða mettir at hava serligar førleikar og hvør samsýningin er, um slík er ásett. Stór vinnufeløg eiga at seta eina grannskoðanarundirnevnd (grannskoðarabólk), ella grannskoðanar- og váðaundirnevnd. Nevndarformaðurin eigur ikki at vera formaður í grannskoðanarundirnevndini. 46 Ein grannskoðanarundirnevnd eigur at samansetast við slíkum serkunnleika og royndum, at undirnevndin hevur dagført innlit í og royndir við fíggjarligum-, roknskapar- og grannskoðanarviðurskiftum. Partafeløg landsins eiga ikki at seta tilnevningarundirnevnd. Viðmerkingar til tilmæli um undirnevndir Reglurnar um grannskoðanarundirnevndir eru ásettar í grannskoðanarlógini og í kunngerð, tá talan er um fíggjarfyritøkur, ið eru undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum. Lógin nýtir hugtakið grannskoðanarbólk, har hesar leiðreglurnar nýta hugtakið grannskoðanarundirnevnd. Harumframt hevur lóg um fíggjarvirksemi ásetingar um setan av váðanevnd og tilnevningarnevnd í størri fíggjarligum fyritøkum, ella fíggjarligum fyritøkum, ið hava virðisbrøv skrásett á keypsskála. Uppgávurnar hjá eini grannskoðanarundirnevnd skulu sambært grannskoðaralógini í minsta lagi vera: . 1)  at hava eftirlit við mannagongdini fyri roknskapargreiðslu, . 2)  at hava eftirlit við innanhýsis eftirlitsskipanini hjá virkinum, møguligari innanhýsis grannskoðan og við, at skipanir fyri váðastýring virka á fullgóðan hátt, . 3)  at hava eftirlit við lógbodnu grannskoðanini av ársroknskapinum v.m. og . 4)  at hava eftirlit við og kanna óheftnið hjá grannskoðaranum, sbr. § 22, heruppií serliga veiting av øðrum tænastuveitingum til virkið. Eftirlit við váðastýring er partur av uppgávuni hjá grannskoðanarundirnevndini. Fyri fyritøkur, ið koma undir krøvini í lóg um fíggjarvirksemi, skulu serstakar váða- og tilnevningarundirnevndir setast. Váðaundirnevndin hevur tá til uppgávu at ráðgeva nevndini og hava eftirlit við váðastýringini, meðan tilnevningarundirnevndin hevur til endamáls at koma við uppskoti til hóskandi nevndarlimir, og m.a. meta um stødd, kvalifikatiónir og margfeldni í nevndini. í kompleksum fyritøkum verður mælt til, at nevndin setir eina grannskoðanarundirnevnd,eisini hóast hetta ikki er lógarkrav. Lógin loyvir, at samlaða nevndin útinnir virksemið hjá grannskoðanarundirnevnd. Mælt verður tó til, at ein undirnevnd verður skipað kortini. Hetta tryggjar, at tíð verður sett av til hesa uppgávuna burturav, og at økið tískil verður hægri raðfest, enn um tað bert er eitt mál av mongum í vanliga nevndararbeiðinum. Harumframt er hugsandi, at tey, ið bjóða seg fram til at luttaka í grannskoðanarundirnevndini, eru fólk, ið hava serligan áhuga fyri tí. Tað eru sera fáar føroyskar fyritøkur, fíggjarfyritøkur undantiknar, ið hava tørv á eini serstakari váðaundirnevnd, við tað at eftirlitið við váðastýringini kann røkjast av grannskoðanarundirnevndini. Mælt verður frá, at partafeløg landsins seta samsýningarundirnevnd ella tilnevningarundirnevnd. Nevndin skal gera samsýningarpolitikk, men hesin og sjálv samsýningin skulu umrøðast millum formannin og landsstýrismannin, og landsstýrismaðurin skal leggja bæði politikk og samsýning fyri landsstýrið. Tískil verður ikki mett, at tað er skilagott at seta samsýningarnevnd. Viðvíkjandi tilnevningarnevnd, so er tað lansstýrismaðurin, ið hevur ábygdina av at finna uppskot til hóskandi nevndarlimir. Tað er tí ikki grundarlag fyri at skipa tilnevningarundirnevnd. 47 6.7. Eftirmeting av nevndararbeiðinum 6.7.1. Tilmæli um eftirmeting av nevndararbeiðinum Nevndin skal árliga fremja eina árliga sjálvseftirmeting, ið m.a. fevnir um:o førleikarnar hjá einstøku nevndarlimunum,o hegni hjá nevndarformanninum at leiða nevndararbeiði á ein slíkan hátt, at evnini hjá einstøku nevndarlimunum verða gagnnýtt best gjørligt, o arbeiðs- og mannagongdir hjá nevndini,o samstarvið í nevndini, ogo samstarvið millum nevnd og stjórn. Nevndarformaðurin tekur stig til og hevur ábyrgdina av, at árliga eftirmetingin verður framd. Nevndarformaðurin eigur at skipa so fyri, at nevndarlimir hava møguleika fyri at føra fram sjónarmið dulnevnt. í partafeløgum landsins, har landið er einaeigari, og í stovnum og grunnum, har landið útnevnir alla nevndina (tó undantikin starvsfólkaumboð) ella stjórnina, gevur nevndar- formaðurin í góðari tíð undan ársaðalfundinum avvarðandi landsstýrismanni eina frágreiðing um sjálvseftirmetingina hjá nevndini. Henda frágreiðing skal í minsta lagi fevna um ítøkiligu úrslitini av eftirmetingini, og um møgulig tilmælir frá nevndini til broytingar í nevndarsamansetingini. Eru fleiri eigarar, skal landsstýrismaðurin arbeiða fyri, at ein avtala verður gjørd við hinar eigararnar um ein samsvarandi framferðarhátt. í minsta lagi annað hvørt ár verður sjálvseftirmetingin framd í samstarvi við ein ráðgeva uttanífrá. Viðmerkingar til tilmæli um eftirmeting av nevndararbeiðinum Reglulig eftirmeting í nevndini er eitt amboð, sum kann viðvirka til at tryggja, at nevndin hevur rættan førleikaprofil í mun til at fylla út leiðsluleiklutin. Eftirmetingin hevur tvey endamál: Eftirmetingin gevur nevndini høvi til at meta um, hvussu nevndin virkar, herundir um innanhýsis samstarvið er nøktandi. Eftirmetingin gevur nevndini høvi til at meta um, hvørt nevndin hevur neyðugar førleikar í mun til felagsins akuellu støðu, ella um tørvur er á at fáa nýggjar førleikar inn í nevndina. Samsvarandi kann eftrirmetingin verða eitt týðandi ískoyti til metingina hjá avvarðandi landsstýrismanni av nevndini, og til samskifti við nevndarformannin um samansetingina av nevndini. Landsstýrismaðurin skal tí hava eina frágreiðing um eftirmetingina. Frágreiðingin skal latast stundisliga soleiðis, at hon kann verða nýtt á ein virknan hátt í sambandi við umhugsingar landsstýrismansins um tillagingar av nevndarsamansetingini. 48 7. Dagliga leiðslan 7.1. Almennar viðmerkingar Yvirskipaðu atlitini, sum landsins vinnufeløg skulu taka í sambandi við setan av starvsfólki og stjórn, er, at tann best møguligi kandidaturin til starvið verður settur. Setan av teimum best skikkaðu verður best framd við opnum og gjøgnumskygdum setanarmannagongdum, har øll hava møguleika at vísa teirra áhuga fyri einum givnum starvi, og at allir kandidatar fáa einsháttaða viðgerð uttan mun til kyn, aldur, etniskan uppruna o.a. í sambandi við setan av best møguliga skikkaðum kandidatum eru lønar- og setanartreytir avgerandi. Við atliti at landsstýrismansins eftirliti við felagnum og til almenna áhugan í lønar- og setanartreytunum í landsins vinnufeløgum, er tað, serliga viðvíkjandi stjóranum avgerandi, at tað er opinleiki um hesi viðurskiftini. 7.2. Setan av stjórn 7.2.1. Tilmæli um setan av stjórn Nevndin í vinnufeløgum hevur ábyrgdina av at seta eina skikkaða stjórn. Tá stjórar skulu setast, tekur øll nevndin støðu til eina starvslýsing, ið inniheldur krøv og kvalifikatiónir, og til leiðreglur fyri, hvussu sjálv starvssetanin skal fara fram, herundir hvussu tryggjað verður, at funnið verður fram til viðkomandi stjóraevni. Viðmerkingar til tilmæli um setan av stjórn Nevndin hevur ábyrgina av, at tað verður sett ein skikkað stjórn. Sum eigari roknar landsstýrið við, at tær mannagongdir, sum nýttar verða at seta stjórn, stuðla undir, at tað eru tey best skikkaðu, sum verða sett. Roknað verður við, at nevndin fyri eitt vinnufelag hjá landinum frammanundan setan av stjórn ger sær greitt, hvørjum førleikum brúk er fyri, og síðani fremur eina væl skipaða setanartilgongd fyri at finna relevantar kandidatar á marknaðinum, og síðani setur tann best egnaða kandidatin. Fyri at finna relavantar kandidatar kunnu t.d. nýtast almennar starvslýsingar. 7.3. Starvsskipan fyri stjórn 7.3.1. Tilmæli um starvsskipan fyri stjórn Nevndin ger eina starvsskipan fyri stjórn felagsins. Starvsskipanin skal yvirskipað áseta uppgávurnar hjá og evt. arbeiðsbýti í stjórnini, arbeiðsbýti millum nevnd og stjórn, rapporterings- og fráboðanarskyldur hjá stjórnini, og reglur um samskiftið millum nevnd og stjórn. Viðmerkingar til tilmæli um starvsskipan fyri stjórn Víst verður til viðmerkingarnar til 6.2.1. Tilmæli um arbeiði í nevndini. 49 7.4. Eftirlit við stjórn 7.4.1. Tilmæli um eftirlit við stjórn Nevndin skal hava eftirlit við stjórnini og gera leiðreglur fyri, hvussu hetta eftirlitið skal fremjast. Nevndin skal í minsta lagi eina ferð um árið:o leggja til rættis eftirlitið við fíggjarviðurskiftunum í vinnufelagnum,o leggja til rættis eftirlitið við leiðsluni, herundir á hvønn hátt nevndin ætlar at hava eftirlit við arbeiðinum hjá stjórnini, og o eftirmeta avrikini hjá stjórnini. Tað er uppgávan hjá nevndini at tryggja, at stjórnin verður framhaldandi ment, og at siga stjórar úr starvi, tá nevndin metir hetta neyðugt. Viðmerkingar til tilmæli og eftirlit við stjórn Víst verður til 6.2.1. Tilmæli um arbeiði í nevndini. 7.5. Stjórasamsýning 7.5.1. Tilmæli um stjórasamsýning Nevndin ger ein samsýningarpolitikk fyri stjórn. Samsýningarpolitikkurin skal góðkennast av aðalfundinum aftaná, at landsstýrismaðurin og nevndarformaðurin hava umrøtt hetta. Samsýningarpolitikkurin verður lagdur fyri landsstýrið. Samsýningin til stjórnina skal vera í samsvari bæði við langskygdu virðisskapanina í vinnufelagnum, og við tey ítøkiligu úrslit, sum stjórnin megnar at skapa, tó uttan at vera lønarførandi. í tann mun nevndin velur at samsýna stjórnina við áeggjanarviðurgjaldi, so sum til dømis bonus ella annað skiftandi viðurgjald, eigur hetta at verða tengt at málsetningum, sum tann einstaki stjórin hevur veruliga ávirkan á. Slíkt áeggjanarviðurgjald eigur ikki at vera hægri enn 25% av føstu lønini hjá stjóranum. Uppsagnartreytir og uppsagnarsamsýning eiga at ásetast í lægra endanum, tá samanborið verður við hvat er vanligt í samsvarandi størvum í privatum fyritøkum í Føroyum av tilsvarandi stødd og slagi. Vinnufeløg eiga at vera afturhaldandi við at veita bonus fyri at verða verandi (dvøl viðbót ella stay-on bonus). Nevndin eigur at lata landsstýrismanninum eitt kunningarskriv um, hvussu samsýningarpolitikkurin er umsettur til praksis, herundir um broytingar í praksis. Kunningarskrivið eigur at lýsa ítøkiliga hvussu samsýningin er ásett, hvørjar føroyskar fyritøkur samanborið er við, og hvussu hesar eru mettar í mun til hvørja aðra, eitt nú við atliti at lønsemi, stødd, ábyrgd stjórans v.m. Samanberingarnar eiga ikki bert at taka støði í einum ári, men lýsa gongdina seinastu 3 5 árini, og grundgeva fyri samsýningini, ið komið er fram til. 50 Verða áeggjanarviðurgjøld nýtt, skal kunningarskrivið lýsa teir ítøkiligu málsetningar, sum tann einstaki stjórin verður máldur uppá, og hvussu aktivitetirnir, ið eru tengdir at málsetningunum, eru virðisskapandi fyri fyritøkuna. Vinnufeløg eiga í ársroknskapinum gjølliga at upplýsa um setanarviðurskifti hjá stjórn, uppbýtt á hvønn stjórnarlim sær, við upplýsing um løn, eftirløn, møguligar peningaágóðar ella ágóðar í øðrum virðum, møgulig áeggjanarviðurgjøld, uppsagnartíð og fráfaringartreytir, herundir fráfaringsamsýning og aðra viðbót í sambandi við fráfaring. Viðmerkingar til tilmæli um stjórasamsýning Mælt verður til, at nevndin ger ein greiðan samsýningarpolitikk fyri samsýning til stjórn, t.e. stjórar skrásettar hjá Skráseting Føroya. Endamálið við politikkinum er, at samsýningarleisturin skal stuðla undir langsiktaðu virðisskapanina í felagnum. Politikkurin skal fevna um samlaðu samsýningina, uttan mun til hvat slag av samsýning talan er um, eitt nú løn, áeggjanarviðurgjald, ágóðar v.m. Samlaði samsýningarpakkin eigur at ásetast soleiðis, at samsýningin er kappingarfør, uttan at vera førandi. Politikkurin eigur at lýsa allar staklutir í samsýningini, og eigur at grundgeva fyri, hví einstaka slagið av samsýning verður nýtt, og hvørjar metingar ella fortreytir liggja aftanfyri samansetingina av samlaðu samsýningini. Politikkurin skal vera orðaður soleiðis, at øll týðandi viðurskifti viðvíkjandi samsýning til stjórnina eru lýst á slíkan hátt, at til ber at meta um, hvørt støðið og vavið av samsýningini er rímiligt í mun til fyritøkuna og starvið. Fasta lønin eigur at ásetast við atliti at, hvat lønin er í føroyskum fyritøkum í somu vinnugrein. Eru ikki sambærligar fyritøkur í vinnugreinini, eigur lønin at ásetast við atliti at øðrum føroyskum fyritøkum, sum eru sambærligar tá tað kemur til lønsemi, kompleksitet og stødd á fyritøkuni, og ábyrgd stjórans. Fasta lønin eigur ikki at vera lønarførandi, og eigur at avspegla stjálvstøðuga avrik og virðisskapan stjórans fyri felagið. Eftirlønargjøld eiga at ásetast sum prosentpartur av føstu lønini, og prosentstigið eigur at ásetast í samsýningarpolitikkinum. áeggjanarviðurgjøld kunnu vera við til at seta serligt fokus á øki, har broyting er tiltrongd. Hinvegin, so kunnu tey eisini hava við sær, at øki sum ikki innganga í áeggjanarviðurgjaldið, fáa ov lítið fokus. Landsfyritøkur eiga tí at vera varnar við at nýta áeggjanarviðurgjøld. Tey eru mest relevant tá talan er um transformering av fyritøkuni, ella tá aðrar týðandi einsinnishendingar, sum krevja stóran innsats ella hava við sær stóra ábyrgd, eru á skránni. Verða áeggjanarviðurgjøld nýtt, eiga tey at verða neyvt lýst í samsýningarpolitikkinum. Slík viðurgjøld eiga at verða tengd at ítøkiligum málum, sum einstaki stjórin hevur ávirkan á, og sum eru tengd at 51 aktivitetum, ið eru við til at transformera fyritøkuna, so hon stendur sterkari í framtíðini. Dentur eigur at verða lagdur á, at málini eru málbær og eintýdd. Samsýningarpolitikkurin eigur at lýsa hvørjar meginreglur verða nýttar til tess at áseta mál, men ítøkiligu málini nýtast ikki at standa í samsýningarpolitikkinum. Tíðarskeiðið, ið mált verður, eigur at ganga greitt fram í samsýningarpolitikkinum. Er talan um bæði stutt- og langtíðarmál, eigur at verða tilskilað, hvussu býtið er millum hesi. Eitt nú hvussu stórur partur av viðurgjaldinum er tengdur at málum sum verða máld innan fyri eitt roknskaparár, og hvussu nógv er tengt at málum, sum t.d. verða máld innan eitt 3 ella 5 ára skeið. Verða langtíðarmál nýtt, eigur politikkurin at greina hvussu hesi verða viðgjørd í sambandi við, at annar parturin sigur upp, herundir hvørt (partvís) innvunnið viðurgjald fellur burtur ella verður útgoldið. Tá áeggjanarviðurgjøld verða nýtt, eigur felagið at gera avtalu við stjóran um, at felagið kann krevja heilt ella partvíst afturgjald av áeggjanarviðurgjaldi, um tað seinni vísir seg at hesi eru útgoldin sambært upplýsingum, ið seinni vísa seg at vera skeivar. áeggjanarviðurgjøld eiga ikki at vera hægri enn 25% av føstu lønini, eftirlønargjøld ikki íroknað. Vinnufyritøkur, har landið er einaeigari, kunnu ikki nýta partabrøv, partabrævaoptiónir e.l. sum liður í samsýningini. Allir ágóðar, so sum fríur bilur, frí telda, telefon, internet, avís v.m. skulu vera lýstir. Fyri størri ágóðar, so sum frían bil, eigur ein upphædd ella eitt intervall at nevnast. Til dømis, at stjórin hevur frían bil til taks, ið hevur eitt virði upp á 200-220.000 kr. Samsýningarpolitikkurin eigur at upplýsa um uppsagnartreytir, herundir uppsagnartíðarskeið, fráfaringarløn, eftirløn, møgulig tryggingargjøld og fráfaringartreytir annars. Undir hesum eiga møguligar change of control avtalur og aðrar ásetingar at verða lýstar, har stjórin hevur rætt til at meta seg sum uppsagdan, um felagið kemur á aðrar hendur, um broytingar henda í ábyrgdarøki stjórans, felagið verður fusionerað, spaltað e.l. Fráfaringarsamsýning eigur vanliga ikki at vera hægri enn 12 mánaðarlønir og tilhoyrandi eftirløn. Samsýningarpolitikkurin verður umrøddur millum nevndarformannin og landsstýrismannin, áðrenn hann verður lagdur fyri aðalfundin til góðkenningar. Sama er galdandi fyri eftirfylgjandi broytingar í samsýningarpolitikkinum. Tá tað í tilmælinum verður sagt, at samsýningarpolitikkurin skal leggjast fyri landsstýrið, so liggur í hesum, at landsstýrið á landsstýrisfundi verður kunnað um samsýningarpolitikkin hjá felagnum av avvarðandi landsstýrismanni. Tað merkir ikki, at landsstýrið formliga skal góðkenna samsýningarpolitikkin, men mannagongdin ger m.a.: -  at landsstýrið er kunnað um samsýningarpolitikkin hjá landsins vinnufeløgum, -  at landsstýrið hevur høvi til at kjakast um og hevur møguleika fyri at gera sína ávirkan galdandi, til tess at samskipa samsýningarpolitikkin hjá landsins vinnufeløgum, og -  at landsstýrið hevur møguleika fyri yvirskipað at fylgja við økinum. 52 Landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av teimum feløgum, ið hann varðar av, og tað er hartil ofta hann, ið stendur fyri skotum í fjølmiðlunum, tá okkurt er. Landsstýrismaðurin má tí hava møguleika fyri at hava eitt ávíst eftirlit við teimum feløgum, ið hann varðar av, og tryggja sær, at hann kann standa inni fyri, hvussu tey verða rikin. 7.6. Setan av starvsfólkum og margfeldni 7.6.1. Tilmæli um setan av starvsfólkum og margfeldni Vinnufeløg eiga at ganga á odda, til tess at tryggja margfeldni í starvsfólkahópinum. Við margfeldni verður her hugsað um kyn, aldur, fólk, ið bera brek, fólk uppvaksin við fremmandum mentanum o.a. Vinnufeløg landsins eiga at orða ein politikk viðvíkjandi undirumboðaða kyninum í nevnd og stjórn felagsins. Viðmerkingar til tilmæli um setan av starvsfólkum og margfeldni Nevndin í vinnufeløgum landsins skal umhugsa, hvussu setanarmannagongdin verður løgd til rættis á ein slíkan hátt, at tað hevur við sær, at best egnaði kandidaturin verður settur, og at tað í tí sambandinum verður umhugsað, hvørji tiltøk kunnu viðvirka til margfeldni í leiðsluni. Nevndin eigur at arbeiða fyri margfeldni á øllum leiðslustigum, herundir at økja talið á kvinnum á øllum leiðslustigum. 53 8. Opinleiki og gjøgnumskygni 8.1. Almennar viðmerkingar Tað er ein grundleggjandi meginregla í sambandi við røkt av eigaraáhugamálum landsins, at tað er opinleiki og gjøgnumskygni, bæði tá tað snýr seg um landsins útinnan av eigaraleiklutinum, og tá tað snýr seg um virksemið hjá landsins vinnufyritøkum. Opinleiki og gøgnumskygni um m.a. hvussu landsins vinnufeløg verða rikin, viðvíkjandi fíggjarligum viðurskiftum og øðrum viðurskiftum, er avgerandi fyri, at nevnd og stjórn kunnu ábyrgdast, og at landið kann útinna ein virknan eigaraleiklut, og hevur møguleika at stuðla og ávirka gongdina í feløgunum. Harnæst er tað týðandi, at almenningurin hevur atgongd til upplýsingar um landsins vinnufeløg. Almenningurin hevur ein grundaðan áhuga í at kunna fylgja gongdini í landsins vinnufeløgum, tí nøkur av landsins vinnufeløgum hava stóran samfelagsligan týdning, og tí at í síðsta enda eru tað allir borgararnir, sum eru eigarar. Avvarðandi landsstýrismaður røkir óbeinleiðis eigaraskapin teirra vegna. Harumframt hevur opnleiki um viðurskiftini í landsins vinnufeløgum týdning fyri aðrar áhugapartar í felagnum, t.d. íleggjarar, áognarar, kundar og starvsfólk. Samstundis sum landsins vinnufeløg skulu fylgja meginreglunum um opinleika og gjøgnumskygni, skulu atlit takast til, at handilsligir loynidómar kunnu varðveitast. Opinleiki og gjøgnumskygni í landsins vinnufeløgum skulu tí ikki vera av slíkum slag, at tað verður truplari hjá landsins vinnufeløgum at lúka teirra handilsliga endamál, enn hjá samsvarandi privatum vinnufeløgum. 8.2. Kunningar- og samskiftispolitikkur 8.2.1. Tilmæli um kunningar- og samskiftispolitikk Nevndin í vinnufeløgum eigur at hava ein samskiftispolitikk sum tryggjar, at felagið til rætta tíð veitir álítandi, nágreiniligar og dagførdar upplýsingar. Slíkur samskiftispolitikkur eigur at fevna um hvat slag av upplýsingum eiga at verða almannakunngjørdar, hvussu, nær og fyri hvørjum kunningin skal fara fram. Samskiftispolitikkurin skal vera tøkur á heimasíðu felagsins. Viðmerkingar til tilmæli um kunningar- og samskiftispolitikk Ein kunningar- og samskiftispolitikkur skal viðvirka til at gera greiðari hvørji mál og meginreglur eru grundarlagið fyri felagsins kunningar- og samskiftisvirksemi, bæði innan- og uttanhýsis. Samstundis kann ein kunningar- og samskiftispolitikkur viðvirka til at eyðmerkja teir aktørar, sum tað er serliga relevant fyri felagið at kunna og at samskifta við. Landsins vinnufeløg skulu leggja kunningar- og samskiftispolitikkin soleiðis til rættis, at tað verður tryggjað, at eigarar, áognarar, myndugleikar og aðrir áhugapartar fáa stundisliga og viðkomandi upplýsingar um felagið. Samstundis er tað týðandi, at kunningar- og samskiftispolitikkurin javnan verður tillagaður felagsins tørv og aktuellu støðu. 54 Sum beinleiðis framhald av kunningar- og samskiftispolitikkinum, skulu vinnufeløg landsins javnan gera viðkomandi upplýsingar atkomuligar fyri almenningin á felagsins heimasíðu. 8.3. Upplýsingar í árs- og hálvársfrásagnum 8.3.1. Tilmæli um upplýsingar í árs- og hálvársfrásagnum Partafeløg landsins og onnur vinnufeløg hjá landinum, har landið hevur samsvarandi ávirkan, skulu almannakunngera ársfrásøgn og hálvársfrásøgn sambært roknskaparflokki D í ársroknskaparlógini. ársfrágreiðingin skal vera upplýsandi og greið og á hædd við tað besta frá tilsvarandi feløgum, grunnum ella stovnum. Viðmerkingar árs- og hálvársfrásagnir og kvartalsárfrásagnir eru høvuðskeldan fyri felagsins eigarar, áognarar og aðrar áhugapartar til upplýsingar um gongdina og fíggjarligu støðuna hjá einum vinnufelag. Partafeløg landsins skulu lata ársfrásøgn sbrt. roknskaparflokki D í ársroknskaparlógini, og eru viðvíkjandi krøvum til ársfrásøgnina javnsett við børsskrásett feløg, tó soleiðis, at børsskrásett feløg hava skyldu at lata ársfrásøgn eftir munandi strangari krøvum eftir altjóða roknskaparstandinum IFRS. Vinnufeløg landsins kunnu eftir ársroknskaparlógini velja at nýta IFRS, men hava ikki skyldu til tað. Alment verður roknað við, at ársfrásagnir hjá landsins vinnufeløgum fylgja bestu praksis í sambæriligum vinnufeløgum. 8.3.2. Upplýsing um góða virkisleiðslu 8.3.3. Tilmæli um upplýsing um góða virkisleiðslu Landsins vinnufeløg eiga at fylgja leiðreglum um góða virkisleiðslu, og árliga greiða frá arbeiðinum við hesum. Vinnufeløg, har landið er einaeigari, skulu nýta eigarapolitikk landsins sum leiðreglur fyri góðari virkisleiðslu. í vinnufeløgum, har landið er meirilutaeigari, skal landið uttan so, at felagið hevur skyldu at fylgja øðrum leiðreglum, ella har tað eru aðrar týðandi grundgevingar fyri at fylgja øðrum leiðreglum, arbeiða fyri, at tað fæst semja um, at felagið skal fylgja leiðreglunum í landsins eigarapolitikki og árliga greiða frá um felagsins arbeiði við hesum. í øðrum vinnufeløgum, har landið hevur eigaralut, verður mælt til, at felagið við atliti til hinar eigararnar tekur støðu til tilmælini í eigarapolitikki landsins ella til líknandi tilmælir. Viðmerkingar Eftir ársroknskaparlógini skulu partafeløg hjá landinum í árfrásøgnini greiða frá um virkisleiðslu, herundir hvørji tilmælir felagið nýtir. Setningurin fyri landsins eigarapolitikki eru vinnufeløg, har landið er eigari, og tey serligu viðurskifti, sum gera seg galdandi fyri hesi, t.d. samskiftið millum avvarðandi landsstýrismann og felagið. Landsins 55 eigarapolitikkur er sostatt gjørdur soleiðis, at hann kann virka sum leiðregla fyri góða virkisleiðslu fyri vinnufeløg, har landið hevur ein eigarapart. Har landið er einaeigari, skulu feløgini nýta eigarapolitikkin sum leiðreglu fyri góðari virkisleiðslu.í vinnufeløgum, har landið er meirilutaeigari, skal landið uttan so, at felagið hevur skyldu at fylgja øðrum leiðreglum, ella har tað eru aðrar týðandi grundgevingar fyri at fylgja øðrum leiðreglum - arbeiða fyri, at tað fæst semja um, at felagið skal fylgja leiðreglunum í landsins eigarapolitikki og árliga greiða frá um felagsins arbeiði við hesum. í øðrum vinnufeløgum, har landið hevur eigaralut, verður mælt til, at felagið við atliti at hinum eigarunum tekur støðu til tilmælini í eigarapolitikki landsins ella til líknandi tilmælir. í børsskrásettum feløgum, har landið er samánari, er ein røð av lógarkrøvum sum ganga framum landsins eigarapolitikk. Samstundis hava børsskrásett feløg skyldu til at taka støðu til tey tilmæli um góða leiðslu, sum hesi feløg eru fevnd av. Feløg, sum hava virðisbrøv skrásett á børsinum í t.d. Keypmannahavn, Reykjavík ella Oslo, og sum tí eru fevnd av ávikavist donsku Anbefalinger for god selskabsledelse, íslendsku Leiðbeiningar um stjórnarhættir fyritækja og norsku Norsk anbefaling - eierstyring og selskapsledelse, hava skyldu til at taka støðu til tey tilmælini. Hesi tilmæli eru í stóran mun í samljóði við tilmælini í eigarapolitikki landsins. Har slík tilmæli eru fyri børsskrásett feløg, verður tí ikki eisini álagt teimum at nýta l tilmælini í eigarapolitikki landsins. 8.3.4. Upplýsing um samfelagsábyrgd 8.3.5. Tilmæli um upplýsing um samfelagsábyrgd Vinnufeløg landsins skulu samsvarandi ársroknskaparlógini greiða frá um samfelagsábyrgd. Viðmerkingar Eftir ársroknskaparlógini skulu stórar fyritøkur í leiðslufrágreiðingina skoyta upp í eina frágreiðingum samfelagsábyrgd. Við samfelagsábyrgd er at skilja, at fyritøkur sjálvboðið taka við sømdir fyri m.a. mannarættindum, sosialum viðurskiftum, umhvørvis- og veðurlagsviðurskiftum og harumframt stríðast móti korrupsjón í teirra handilsmannagongdum og handilsvirksemi. Hevur fyritøkan ikki politikk fyri samfelagsábyrgd, skal tað verða upplýst í leiðslufrágreiðingini. Frágreiðingin skal innihalda upplýsing um: Politikkin hjá fyritøkuni viðvíkjandi samfelagsábyrgd, m.a. møgulig aðalkrøv, leiðreglur ella meginreglur fyri samfelagsábyrgd, sum fyritøkan ð nýtir. Hvussu fyritøkan í verki fremur politikk sín viðvíkjandi samfelagsábyrgd, m.a. møguligar skipanir ella framferðarhættir um tað. Tað fyritøkan metir er rokkið orsakað av arbeiðinum í sambandi við samfelagsábyrgd í roknskaparárinum, og harumframt møguligar ætlanir og vónir um arbeiðið í framtíðini. 56 8.4. Upplýsingar á heimasíðu 8.4.1. Tilmæli um upplýsingar á heimasíðu Vinnufeløg eiga at hava eina greiða og upplýsandi heimasíðu. Heimasíðan skal vera innrættað soleiðis, at tað er lætt hjá partaeigarum og øðrum áhugaðum at leita fram tilfar, og skulu fylgja tilmælunum 8.4.2- 8.4.7 Viðmerkingar Flestu vinnufeløg landsins hava egna heimsíðu, sum eigur a verða nýtt sum liður í einum skipaðum kunningar- og samskiftispolitikki. 8.4.2. Tilmæli um grundleggjandi tilfar um felagið Vinnufeløg eiga á síni heimasíðu at kunngera alt viðkomandi tilfar um felagið og gongdina hjá felagnum, sum vinnufelagið hevur almannakunngjørt í minsta lagi seinastu 5 árini. Slíkt tilfar fevnir um, men er ikki avmarkað til, o árs - og hálvárfrásagnir,o alt tilfar til partaeigararnar, ið er sent út í sambandi við innkalling til aðalfund ella er latið, lagt fram ella gjøgnumgingið á aðalfundinum,o aðrar fráboðanir og skjøl til Skráseting Føroya so sum viðtøkur, viðtøkubroytingar, broytingar í nevndini v.m., starvsskipan fyri nevndina, váttað úrskrift av fundarbókini fyri aðalfundin,o eigaraavtalur, um slíkar eru. Viðmerkingar Sum liður í einum skipaðum kunningar- og samskiftispolitikki eigur á heimasíðu felagsins at vera beinleiðis atgongd til m.a. árs- og hálvárfrásagnir og viðtøkur. 8.4.3. Tilmæli um málsetningar Vinnufeløg eiga at almannakunngera ítøkiligar, mátiligar og tíðarfestar málsetningar fyri felagið og leypandi fráboða, í hvønn mun málini verða rokkin. Slíkir málsetningar eiga at verða ásettir við atliti at slagi av virksemi, og kunnu til dømis snúgva seg um rentabilitet, effektivitet, umsetning, tal av kundum, kundanøgdsemi, starvsfólkanøgdsemi, samfelagsábyrgd, herundir umhvørvisárin, javnrættindi o.a. Greitt eigur eisini at verða frá, hvussu málsetningarnir verða raðfestir, herundir hvør avvigan fer fram, tá málsetningar draga hvør sín veg. Viðmerkingar Einki partafelag hjá landinum er børsskrásett í dag. Tað verður tí ikki javnan gjørd ein eftirmeting av, hvussu feløgini klára seg fíggjarliga, mátað sum ein marknaðarkursur. Vinnufeløg landsins kunnu hinvegin sjálv seta málsetningar á viðkomandi økjum. á tann hátt kunnu verða skaptar marknaðarlíknandi væntanir til vinnufeløg landsins. 57 Eigarin og almenningurin fáa soleiðis møguleika at meta um, hvussu felagið megnar at røkka málsetningingum sum felagið sjálvt hevur sett, og at samanbera við onnur líknandi feløg. Eigarapolitikkurin er ein lýð ella lýs politikkur, og tað er tí upp til felagið at meta um, hvørjir málsetningar skulu almannakunngerast, og hvørjir málsetningar kunnu skaða felagið, og tískil ikki skulu almannakunngerast. Mett verður tó, at øll almenn vinnufeløg eiga at almannakunngera nakrar høvuðsmálsetningar innan relevant økir, soleiðis at til ber at síggja hvat felagið ætlar, og hvussu tað røkkur sínum málum. Málsetningarnir nýtast ikki allir at vera beinleiðis fíggjarligir, men kunnu eitt nú eisini snúgva seg um effektivitet, reglusemi, HSEQ (heilsu, trygd, umhvørvi og dygd), kundanøgdsemi, margfeldni í starvsfólkahópinum o.s.fr. 8.4.4. Tilmæli um eigarabygnað Vinnufeløg landsins, har landið ikki er einaeigari, skulu almannakunngera eigarabygnaðin, herundir eisini allar avtalur ella skipanir, so sum vetorættindi, optiónir e.l., ið kunnu ávirka eigarabygnaðin ella avgerðarrættin. Øll vinnufeløg landsins skulu upplýsa, hvør er avvarðandi landsstýrismaður, hvussu ofta nevndin verður vald og hvussu hon verður skipað. Viðmerkingar Kunnleiki um samánarar er ein týðandi fortreyt fyri at útinna góða virkisleiðslu, tí hetta ger tað møguligt, at tað kann vera samskifti innanhýsis í eigaraskaranum, sum kann tryggja felags stev og eitt munadygt mótspæl til leiðsluna. 8.4.5. Tilmæli um samhandil við landið Vinnufeløg eiga at almannakunngera allan týðandi samhandil við landið, herundir samhandil við ella íløgur í feløg, vinnurekandi grunnar ella stovnar, ið landið eigur ella varðar av. Slík almannakunngering skal sum minstamark fevna um bruttosølu, og eigur at verða soleiðis uppbýtt, at lesarin fær eina fatan av, hvat slag av vørum ella tænastum talan er um, og hvørjar høvuðssamhandilspartar hjá landinum, samhandilin er við. Er talan um regluligan samhandil, kann almannakunngeringin fara fram árliga. Við týðandi samhandil er at skilja, at samlaða sølan til landið ella eindir hjá landinum, í einum álmanakkaári er meir enn 25% av samlaðu søluni hjá vinnufelagnum. Tá talan er um íløgur, eigur ílagda upphæddin, endamálið og treytirnar fyri íløguni at verða upplýst, og annars allar upplýsingar, ið eru neyðugar, til tess at gera tað møguligt hjá almenninginum at meta um, hvørt íløgan er skilagóð, rímilig og rættvís. Viðmerkingar Opinleiki og gjøgnumskygni viðvíkjandi samhandli við landið hava m.a. sum endamál at tryggja, at slíkur samhandil fer fram undir vanligum handilsligum treytum soleiðis, at samhandil millum landið og vinnufeløg landsins ikki eru kappingaravlagandi. 58 8.4.6. Tilmæli um váðafrágreiðing Vinnufeløg eiga at almannakunngera eina árliga váðafrágreiðing, ið lýsir hvussu váðastýringin er skipað. Frágreiðingin eigur at eyðmerkja størstu váðafaktorarnar, greiða frá hvussu hesir verða stýrdir, hvørji eftirlit eru og hvør rapportering fer fram. Almannakunngering eigur at fara fram sjónliga á heimasíðuni hjá vinnufelagnum, uttan so at serlig atlit gera, at onnur almannakunngering er betur hóskandi. Viðmerkingar Fyri at eigarar, áognarar og aðrir áhugapartar kunnu meta um felagsins fíggjarligu støðu, er tað týðandi, at tað er opinleiki og gjøgnumskygni um felagsins fíggjarligu og handilsligu váðar og váðastýring, herundir skipanir til eftirmeting og eftirlit við tí váða, sum er knýttur at virksemi felagsins. Tað fevnir bæði um mátbaran váða, sum t.d. íløguváða, og meira yvirskipaðan váða sum t.d. val av strategi og váða fyri, at treytirnar í givnu kørmunum fyri felagsins virksemi verða grundleggjandi broyttar, umframt politiskan váða. Fyri at felagsins áhugapartar kunnu meta um váðaeksponeringina, skal tað framganga av leiðslufrágreiðingini í ársfrágreiðingini, hvørjum váða felagið er úti í, og hvørjar atgerðir eru settar í verk til tess byrgja upp fyri váðanum. Váðafrágreiðingin eigur at vera á einum yvirskipaðum støði, og skal tillagast tí einstaka vinnuliga felagnum, við atliti at stødd, slag av virksemi v.m. Tað er ikki ætlanin, at váðafrágreiðingin skal vera ein váðastýringsmanual, men hon skal geva yvirlit yvir teir týðandi váðar, sum eitt felag hjá landinum hevur, og hvussu felagið fyriheldur seg til hesar. Váðafrágreiðingin eigur at geva eina sanna og dekkandi mynd av váðunum hjá felagnum, uttan tó at avdúka handilsloynidómar. í tann mun at ein umrøða av einstøkum týðandi váðum, og hvussu hesir verða stýrdir, kann skaða felagið, eigur felagið út frá regluni lýð ella lýs í staðin at lýsa, hví nevndi váði ikki verður lýstur nærri. 8.4.7. Tilmæli um hendingar av stórum týdningi Partafeløg landsins skulu skjótast til ber á heimasíðu sínari og við fráboðan til fjølmiðlar boða frá týðandi viðurskiftum, sum viðvíkja felagnum, og sum kunnu metast at fáa týdning fyri framtíð felagsins, starvsfólk, partaeigarar ella kravánarar. Tað áliggur nevndini at áseta mannagongdir sum tryggja, at felagið lýkur kravið, og at felagsins partaeigarar samstundis fáa tílíkar fráboðanir. Hesar mannagondir, sum nevndin javnan eigur at hyggja eftir, eiga at vera partur av starvsskipan nevndarinnar. Nevndin eigur at tryggja, at tær fráboðanir, sum verða sendar út, lúka tey krøv um innihaldið í fráboðanunum, sum fylgja av vegleiðingini um partafeløg landsins. Tílíkar fráboðanir eiga, í tann mun tað ikki stríðir móti oman fyri nevndu reglum um almannakunngering, og tað ikki má metast at skaða felagið, at verða lagdar á heimasíðu felagsins. 59 Nevndin eigur at tryggja, at áhugað kunnu tekna seg á heimasíðu felagsins til sjálvvirkandi - umvegis teldupost ella líknandi - at móttaka slíka kunning frá felagnum um týðandi viðurskifti. Viðmerkingar Eftir virðibrævahandilslógini skulu børsskrásett feløg skjótast gjørligt fáa børsinum upplýsingar, sum kunnu væntast at hava ávirkan á kursin á virðisbrøvum felagsins. Tað er týdningarmikið, at feløg hjá landinum skjótast til ber almannakunngera týðandi viðurskifti, sum viðvíkja felagnum, og sum kunnu fáa týdning fyri framtíð felagsins, starvsfólk, partaeigarar ella kravánarar. Dømi um týðandi viðurskifti: Størri víðkanir ella avmarkingar í virksemi felagsins, týðandi vinningur/tap upp á einstakar dispositiónir, keyp ella søla av dótturfyritøkum, keyp ella søla av størri anlægsaktivum, gerð/uppsøgn av størri samstarvsavtalum, týðandi rættarmál, likvidatión, gjaldsteðgur, áheitan um konkurs, uppskot um samanlegging við annað felag, ella týðandi nýggj framleiðsla. Tíðarkarmurin fyri upplýsingar frá almennum feløgum er ikki eins kritiskur sum hjá børsskrásettum feløgum, so tí kann eitt felag bíða longur við eini almannakunngering, um tað tænir felagnum. Hetta merkir kortini ikki, at felagið kann lata kunningina koma óneyðugt í drag; kunningin eigur at fara fram skjótast gjørligt. Og kunnað eigur at verða um øll týðandi viðurskifti, sum viðvíkja felagnum, og sum kunnu fáa týdning fyri framtíð felagsins, starvsfólk, partaeigarar ella kravánarar. Felagið eigur at leggja slíka kunning á heimasíðu felagsins, og senda hana til fjølmiðlarnar. Eisini eigur felagið á heimasíðu felagsins at hava fasilitetir, soleiðis at áhugað kunnu tekna seg til sjálvvirkandi at móttaka tíðindi og/ella slíka kunning frá felagnum umvegis teldupost ella líkandi. 8.5. Etiskar reglur 8.5.1. Tilmæli um etiskar reglur Nevndir í vinnufeløgum gera meginreglur fyri, hvat slag av atburði tey og teir persónar, ið tey hava í starvi, skulu ella ikki skulu taka lut í. Slíkar etiskar reglur skulu tæna sum vegleiðing, tá avgerðir verða tiknar, og skulu galda fyri alt samtakið. Starvsfólkini skulu fáa gjølliga frálæru um etisku reglurnar, ið harumframt skulu vera tøkar og lætt atkomuligar innanhýsis og á heimasíðuni. 60 Viðmerkingar áhugapartarnir í landsins vinnufeløgum er ein breiðari skari enn í privatum vinnufeløgum og vinnufeløg landsins eru av tílíkum slag, at almenningurin, umframt at kunna fylgja við í fíggjarligu viðurskiftunum í feløgunum, eisini hevur áhuga í at kunna fylgja øðrum viðurskiftum í feløgunum, herundir etisku reglum felagsins. 8.6. Varskógvaraskipan 8.6.1. Tilmæli um varskógvaraskipan Nevndin í feløgum við minst 50 starvsfólkum, og har ein slík ikki er frammanundan, tekur árliga støðu til, um ein varskógvaraskipan (whistle blower-skipan) skal gerast, fyri at geva møguleika fyri, at ein nøktandi frágreiðing kann latast í trúnaði um álvarsom misbrot ella illgruna um misbrot. Grundgevingar og niðurstøða eiga at verða umrødd í ársfrásøgnini. Viðmerkingar Ein varskógvaraskipan kann virka til at tryggja opinleika og gjøgnumskygni í vinnufeløgum landsins við at geva starvsfólki møguleika at boða frá til leiðsluna um álvarsom brot ella illgruna um tað.Orðing av eini varskógvaraskipan skal tí umhugsast serliga í teimum størru vinnufeløgunum hjá landinum, har virksemið er samansett, og har tað kann vera langt frá einstaka starvsfólkinum til leiðsluna. Varskógvaraskipan skal sum meginregla vera kjølfest í nevndini ella í grannskoðaraundirnevndini. Varskógvaraskipanin skal skipast soleiðis, at tað er trúnaður um einstøku fráboðanina, møguliga við møguleika fyri anonymiteti, fyri at sleppa undan, at starvsfólk og onnur halda týðandi upplýsingum aftur. 61 Allýsingar Dvøl viðbótá enskum stay-on bonus. Talan er um eina avtalu, har viðkomandi fær eina peningaupphædd sum viðbót, treytað av, at viðkomandi framhaldandi er í starvi eftir ein ávísan dag. Talankann vera um, at stór kapping er um viðkomandi vegna førleika ella serkunnleika, og hesin førleikin ella serkunnleikin verður mettur at hava óvanliga stóran týdning fyri fyritøkuna tað tíðarskeiðið, sum dvølurin fevnir um. Til dømis at keypari av fyritøku tryggjar sær, at leiðandi starvsfólk halda fram eitt ávíst tíðarskeið undir nýggja eigaraskapinum. Kapitalfelag Felagsheiti fyri parta- og smápartafeløg, jb. § 1 í vinnufelagalógini. Partafeløg landsins koma eisini undir hetta felagsheitið. Partafelag landsins (partafelag hjá landinum) Partafeløg, sum landið hevur sama tilknýti til, sum móðurfelag til dótturfelag eftir vinnufelagalógini, jb. § 5 nr. 26. Vanliga er talan um eitt partafelag hjá landinum, tá landið eigur meira enn helvtina av atkvøðurættinum, ella í aðrar mátar hevur avgerandi ávirkan á felagið. Varskógvaraskipan á enskum whistle blower-skipan. Ein skipan, sum gevur tí, sum kemur fram á átaluverd ella beinleiðis ólóglig viðurskifti í eini fyritøku, stovni e.l., møguleika fyri at gera vart við hesi viðurskifti hjá eitt nú nevnd ella grannskoðan, uttan um dagligu leiðsluna. Tann, ið ger vart við seg, er ofta komin fram á viðurskiftini í sínum starvi. Viðkomandi er tí ofta fevndur av tagnar- og trúfestisskyldu mótvegis arbeiðsgevaranum. Varskógvaraskipanin gevur tá møguleika fyri at seta hesar skyldur til síðis, soleiðis at viðurskiftini kunnu fráboðast á røttum stað. Vinnufelag Fyritøka ella virkiseind hjá landinum, ið rekur vinnuligt virksemi, og sum organisatoriskt og fíggjarliga er skild frá landsfyrisitingini og sum er skipað við eini nevnd ella stjórn, og verður stýrd á líknandi hátt sum partafelag. 62 Keldur Finansministeriet mfl. (2003), Statslige aktieselskaber tilsyn, styring og ansvar. Finansministeriet mfl., 2004. Staten som aktionær, København: Finansministeriet. Finansministeriet, 2015. Statens ejerskabspolitik, København: Finansministeriet. Komiteen for god selskabsledelse, 2013. Anbefalinger for god selskabsledelse, København: Komiteen for god selskabsledelse. Landsgrannskoðanin, 2014. Frágreiðing um leiklutin hjá landinum í partafeløgum, grunnum og øðrum virkiseindum, Argir: Landsgrannskoðanin. Naalakkersuisut, 2011. Redegørelse om ejerskabsforhold og udvikling i de helt eller delvist selvstyreejede aktieselskaber, Nuuk: Grønlands Landstyre - Formandens Departement. Naalakkersuisut, 2012. Retningslinjer for god selskabsledelse i de selvstyreejede aktieselskaber, Nuuk: Grønlands Landstyre - Formandens Departement. Naalakkersuisut, 2014. Ny honorarpolitik for bestyrelserne i de helt eller delvist selvstyreejede aktieselskaber, Nuuk: Grønlands Landstyre - Formandens Departement. Statens forretningsmessige eierskap. Organisering og forvaltning av eierskapet (NOU Norges offentlige utredninger 2004: 7). Nærings- og Handelsdepartementet, 2015. Regjeringens eierpolitikk, Oslo: Nærings- og Handelsdepartementet. NUES, 2014. Norsk anbefaling - eierstyring og selskapsledelse, Oslo: Norsk utvalg for eierstyring og selskapsledelse (NUES). OECD, 2015. Principles of Corporate Governance, Paris: OECD. OECD, 2015. Guidelines on Corporate Governance of State-owned Enterprises, Paris: OECD. MEDDELELSE FRA KOMMISSIONEN TIL EUROPA-PARLAMENTET, RADET, DET EUROPÆISKE ØKONOMISKE OG SOCIALE UDVALG OG REGIONSUDVALGET Bilag til meddelelsen Et indre marked for Europa i det 21. arhundrede Tjenesteydelser af almen interesse, herunder sociale ydelser af almen interesse: Europas nye udfordring http://eur-lex.europa.eu/legal-content/da/TXT/?uri=CELEX:52007DC0725 KONSOLIDERET UDGAVE AF TRAKTATEN OM DEN EUROPÆISKE UNIONS FUNKTIONSMADE http://eur-lex.europa.eu/legal-content/DA/TXT/PDF/?uri=CELEX:12012E/TXT&from=DA Regeringskansliet, 2014. Annual report State-owned companies 2013. [Online] Available at: http://www.government.se/sb/d/18192/a/248193 [Accessed 2 Februar 2015]. Regeringskansliet, 2015. Statens agarpolicy och riktlinjer for foretag med statligt agande 2015. [Online] Available at: http://www.regeringen.se/rapporter/2015/08/statens-agarpolicy-och-riktlinjer-for- foretag-med-statligt-agande-2015/ [Accessed 19 Januar 2016]. 63 Arbeiðssetningur Skjal 1 Sum partur av einum miðvísum eigarapolitikki, er ætlanin at seta arbeiðsbólk at gera uppskot til ein eigarapolitikk, sum m.a. skal fevna um hvørjar virkiseindir landið skal eiga, ella hvørjum landið skal taka lut í, endamál og ætlanir við virkiseindunum, val av leiðslu, krøv viðvíkjandi leiðslu, samsýning, úrslitum o.s.fr. Arbeiðsbólkurin skal eisini gera uppskot til kunngerð um at seta í gildi serligu reglurnar í vinnufelagalógini og ársroknskaparlógini fyri partafeløg, har landið hevur avgerandi ávirkan. Uppskotið og tilmælið hjá arbeiðsbólkinum skal vera galdandi generelt, og ikki bara fyri partafeløg hjá landinum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum varðar av, og kann eisini fevna um sjálvstøðugar grunnar og stovnar, har viðurskiftini eru lík teimum í partafeløgum. Eisini skal arbeiðsbólkurin gera uppskot til kunngerð um at seta í gildi serligu reglurnar í vinnufelagalógini og ársroknskaparlógini fyri partafeløg, har landið hevur avgerandi ávirkan. 64 EIGARAPOLITIKKUR LANDSINS Frágreiðing og tilmæli frá embætisbólki