Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 1.0 Um Ljóðbókatænastuna 1.1 Veitta tænastan Ljóðbókatænastan framleiðir og gevur út føroyskar ljóðbøkur alt frá skúlabókum til skaldsøgur, yrkisbøkur og barnabøkur fyrst og fremst til brúkarar við serligum tørvi, so sum blind, sjónveik, orðblind, vanfør, lesiveik o.o. Sbrt. Bókasavnslógini, §22 stk. 1 og 2 1 og Upphavsrættarlógini §17, stk. 3 2, hevur Ljóðbókatænastan rætt til at framleiða eina og hvørja bók til ljóðbók, so fólk við serligum tørvi fáa atgongd til so nógv teksttilfar sum gjørligt í ljóðformati. Endamálið við Ljóðbókatænastuni er at geva fólki møguleika fyri at lurta eftir einum so umfatandi og fjølbroyttum úrvali av føroyskum bókum sum gjørligt. Tænastan samstarvar við myndugleikar, felagsskapir, bókasøvn, bókaforløg og bókasølur fyri at skapa best møguligt grundarlag undir framleiðslu og útbreiðslu av ljóðbókum. Sum er, framleiðir Ljóðbókatænastan einans ljóðbøkur á fløgum. Framleiddu ljóðbøkurnar fáast til láns á bókasøvnunum, umframt at Bókamiðsølan fær nøkur eintøk at selja til bókahandlar kring landið, har almenningurin kann keypa tær. Arbeitt verður við at stovnseta ein talgildan miðlapall fyri ljóðbøkur á netinum. 1.2 Søgan stutt í 1987 fór táverandi MBF (Meginfelag teirra Brekaðu i Føroyum í dag MEGD) við Margretu Næss sum stigtakara sjálvboðið undir at geva út ljóðbøkur. í 2002 varð tænastan vinnuskrásett sum privat ljóðbókaforlag við heitinum Ljóðbøkur. Fyrsti almenni stuðulin var eisini latin til tænastuna í 2002. í 2004 kom Ljóðbøkur á fíggjarlógina og í 2011 var forlagið so MVG-skrásett. í februar 2015 lat ein arbeiðsbólkur Mentamálaráðharranum eitt álit um ljóðbøkur, har m.a. var 1 Sí keldu: https://logir.fo/Logtingslog/79-fra-08-05-2001-um-bokasovn-sum-broytt-vid-logtingslog-nr-148-fra-20-desember 2 Si keldu: https://logir.fo/Logtingslog/30-fra-30-04-2015-um-upphavsraett 4 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 mælt til, at tað almenna yvirtók ljóðbókaforlagið. í 2016 var forlagið lagt undir Landsbókasavnið. Seinastu tvey árini er forlagið skipað sum ein deild av Landsbókasavninum undir heitinum Ljóðbókatænastan. Tænastan hevur einans havt eitt starvsfólk í starvi síðani byrjanina, sum fekk løn fyri hálva tíð. Seinastu tvey árini hevur starvið verið 30 tímar um vikuna. Við hesi manning hevur verið gjørligt at framleiða upp til uml. 20 ljóðbøkur á fløgum um árið. Hetta er bara ein lítil brotpartur (uml. 10%) av teim prentaðu bókunum, sum koma út á føroyskum. í áðurnevnda áliti um ljóðbøkur frá februar 2015, varð skrivað, at málið má vera at koma upp á í minsta lagi 25%. í 2017 skrivaði Linda Mortansdóttir, sum var ljóðbókafyristøðufólk í eitt ár frá 2016-2017, eitt tilmæli til leiðsluna í Landsbókasavninum. Tilmælið varð ætlað sum grundarlag undir framhaldandi arbeiðinum at menna ljóðbókaøkið í Føroyum. Núverandi fyristøðufólk, Elin Brimheim Heinesen, hevur skrivað eitt nýtt skriv, ið byggir víðari á álitið frá 2015 og á tilmælið hjá Lindu Mortansdóttir. Upplýsingar eru dagførdar og ymiskt lagt aftrat, soleiðis at verandi støða og avbjóðingarnar á ljóðbókaøkinum kunnu verða lýstar so væl sum gjørligt. Skrivið er framleitt ísv. Bókadagarnar 2018, har Landsbókasavnið varpar ljós á ljóðbókaøkið, og verður sent Mentamálaráðnum og øðrum áhugapørtum. 1.3 Ljóðbókanevndin Margreta Næss hevur frá byrjanini í 1987 og fram til 2016 gjørt eitt stórt arbeiði við at framleiða ljóðbøkur til fólk, ið annars ikki hava møguleika fyri at lesa bøkur. Margreta syrgdi fyri, at bøkur blivu lisnar inn og givnar út. Aftrat sær hevði hon Ljóðbókanevndina. Ljóðbókanevndin var samansett av umboðum fyri áhugafeløgini hjá ljóðbókum so sum Sjóndeplinum, Blindafelagnum, Nám, MEGD (Meginfelag teirra ið bera brek), Býarbókasavninum, Landsbókasavninum og Felagnum fyri lesi- og skriviveik. Tá Ljóðbókatænastan virkaði sum egið forlag, hevði Ljóðbókanevndin ein størri leiklut, eitt nú hevði nevndin ábyrgd fyri roknskapi. í dag virkar Ljóðbókanevndin sum ein ráðgevandi nevnd, ið er við til at viðmæla bøkur, ið brúkarar teirra ynskja at fáa sum ljóðbók. Nevndin verður í dag eisini rópt Ráðgevandi nevndin hjá Ljóðbókatænastuni. Harumframt er umboð frá Orðblindalærarafelagnum komið við í nevndina. Nevndin hittist á fundi fýra ferðir um árið. 1.4 Uppgávur í Ljóðbókatænastuni Her er eitt yvirlit yvir ítøkiligu uppgávurnar, ið eru í at reka og framleiða ljóðbøkur, sum støðan er í løtuni. Neyva stigvísa lýsingin av framleiðslupartinum kann brúkast sum vegleiðing, um so er, at fyristøðufólkið fær forfall og onnur mugu átaka sær uppgávuna hjá ljóðbókafyristøðufólkinum. Uppgávurnar eru býttar upp í framleiðslu og fyrisiting. Haraftrat kemur menningarparturin, sum verður viðgjørdur í parti fyri seg (partur 4.0). 5 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 1.4.1 Framleiðsla Hvørjar bøkur? 1. Bøkur, ið skulu lesast inn, eru oftast bøkur, sum eru viðmældar av Ljóðbókanevndini. Talan kann t.d. vera um eina bók, ið er nógv eftirspurd á bókasavninum. Eisini kann talan vera um skúlabøkur, ið Nám hevur bílagt. 2. Skal ein bók lesast inn, skulu tvey eintøk av bókini heintast í Bókamiðsøluni. Hvør skal lesa upp? 3. Ein upplesari skal finnast. Hvør, ið er egnaður til at lesa hvørja bók, er ein spurningur um eina meting hvørja ferð. Umráðandi er at seta seg inn í, hvat innihaldið í bókini er, og so velja ein upplesara, sum áður hevur víst seg at egna seg væl til at lesa upp tilfar av júst hesum slag. 4. Umráðandi er tó eisini, at nýggir upplesarar fáa høvi at royna seg, soleiðis at nýggj fólk verða funnin, sum egna seg til upplestur, og fleiri ræddir verða at velja í. Ætlanin er at skipa fyri royndarupplesingum (auditions), har fólk, sum bjóða seg fram sum upplesarar, hava møguleika fyri at koma í Ljóðbókatænastuna at royna seg. 5. Um ein ljóðbók skal blíva nóg áhugaverd og livandi at lurta eftir, er umráðandi at hava ein upplesara við góðum teknikki og venjing. Ein má tí altíð viga, hvønn tað loysir seg best at biðja um at lesa upp. Hvussu fara upptøkur fram? 6. Fyristøðufólkið avtalar tíðirnar at lesa upp við upplesaran. Lisið verður uml. ein tíma hvørja ferð. Royndir vísa, at gott er at hava stutt ímillum avtalurnar í upptøkuhølinum. 7. í upptøkuhølinum verður syrgt fyri, at alt tað tøkniliga er dagført, og at upptøkurnar ljóða væl. Hvussu fer klipping og ritstjórnan fram? 8. Aftaná at ein bók er lisin inn, skal hon rættast og klippast til. Grannalond okkara (t.d. ísland og Danmark) nýta eina skipan, ið eitur Hindenburg ABC. Hetta er ein sera brúkaravinarlig skipan, sum m.a. kann umformatera ljóðbøkur til Daisy, Epub ella sum Audiobook. Hetta eru format, ið eru brúkaravinarlig fyri fólki við serligum tørvi. Av tí at ljóðbøkur ikki eru givnar út í talgildum formati á netpalli enn, hava ljóðbøkur verið eksporteraðar sum MP3 og/ella Wav. 9. Tá tikið verður upp, verður viðmælt, at tøkningurin setur markers í upptøkuna, um Wavelab t.d. verður brúkt sum upptøkuforrit. Soleiðis verða villurnar lættari at finna. Annars er sera skilagott at rætta villurnar beinanvegin. So verður klippingin ikki eins tung og tíðarkrevjandi. Hvussu kemur ljóðbókin á fløgu? 10. Tá ljóðbókin er liðug, verður hon send til REMA, har hon verður gjørd klár til fløgubrenning og verður framleidd á fløgum. 11. Prentaðu kápumyndirnar til ljóðbøkurnar verða bílagdar frá Føroya Prenti 12. Plasthúsar og annað tilhoyr at pakka ljóðbøkur í verður bílagt frá Blika. 13. Sjálvar fløgurnar verða keyptar frá Teldu Tænastuni. Hvussu nógvar ljóðbøkur skulu prentast? 14. Vanliga verður biðið um, at 30 eintøk verða prentað av eini ljóðbók fyrstu ferð. Hvussu verða ljóðbøkurnar distribueraðar? 15. Tá fløgurnar eru pakkaðar inn í húsarnar og kápumyndir lagdar í, skulu bókasøvnini hava so og so nógv eintøk at lána út til sínar brúkarar vanliga 10 eintøk. Talið av útlánsfløgum 6 Longd undir 3 tímar: Millum 3 og 4 tímar: Millum 4 og 6 tímar: Meir enn 6 tímar: 149,00 kr 199,00 kr 249,00 kr 299,00 kr Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 verður avtalað við bókavørð á Landsbókasavninum, sum sendir víðari út til lokalu bókasøvnini.16. Bókamiðsøluni (BMS) biður vanliga um millum 5 og 10 eintøk. Tá ljóðbøkur eru útseldar, bíleggur BMS fleiri eintøk. Ljóðbókin má tá endurframleiðast. Framleiðslutíðin er tá vanliga millum 7-14 dagar. 1.4.2 Fyrisiting: Hvørjar fyrisitingarligar uppgávur eru í Ljóðbókatænastuni? 1. Uppgávurnar fevna m.a. um at: . a)  samskifta, ráðgeva og samstarva við brúkarar, bókasøvn, myndugleikar, rættindahavarar, útgevarar og framleiðarar av lesi- og undirvísingartilfari um tørv og um útgávu og atkomu til ljóðbøkur . b)  fyrireika fundir við Ljóðbókanevndina og aðrar samstarvspartar . c)  fáa rættindi til vega . d)  orða og gera sáttmálar við rithøvundar, upplesarar, týðarar, bókaforløg o.o. . e)  samskipa og skipa fyri upptøkum so sum at gera avtalur við upplesarar . f)  rætta og ritstjórna framleiðslu av ljóðbókum . g)  gera avtalur um fløguprenting, prenting av permum o.a. . h)  bíleggja neyðugt tilfar til framleiðsluna . i)  áseta prís fyri ljóðbøkur . j)  veita atgongd til útgivna tilfarið á Bókamiðsøluni, bókasøvnum og á netinum . k)  tryggja, at upplesarar, rithøvundar og týðarar fáa samsýning . l)  umsita heimasíðuna ljodbokur.fo Hvat skulu fólk hava í samsýning? 2. Tá ein ljóðbók er liðug, skal samsýning rindast til upplesaran, rithøvund og evt. týðara. Hetta verður roknað út við støði í seinasta sáttmálanum við Leikarafelagið, sum í løtuni er 11 kr. fyri hvønn liðugt framleiddan minutt tvs. aftaná ljóðbókin er klipt liðug. Upptøkulønin telur sostatt 660 kr. fyri hvønn endaliga innlisnan upptøkutíma. Upplesarin fær tó altíð í minsta lagi fyri ein tíma, líkamikið um framleidda minutttalið er minni enn 60 min. Rithøvundurin fær somu upphædd. Er ein týðari, fær viðkomandi 50% av hesi upphædd. 3. Sáttmálar verða undirskrivaðir við rithøvund, týðara og upplesara, áðrenn innlesing byrjar. á sáttmálunum verður minsta upphædd fyri hvønn framleiddan tíma staðfest. Hvussu verður prísurin ásettur fyri ljóðbøkurnar? 4. Ein prísur skal finnast til hvørja framleiddu ljóðbók. Uppskot til vanliga prísáseting er gjørt í samráð við Bókamiðsøluna og bókahandlarar í 2018. Prísurin fyri allar ljóðbøkur verður nú ásettur eftir einum nýggjum, meira gjøgnumskoðiligum leisti. í stuttum verður prísurin roknaður út soleiðis: Tó má prísurin ongantíð vera minni enn sjálv bókin kostar. Tá fer prísurin upp á næsta stig. Prísurin má heldur ikki fara ov langt upp um prísin fyri prentaðu bókina tvs. bókin má ikki kosta meira enn 50-100 kr meira. Hvussu verða ljóðbøkurnar skrásettar? 7 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 5. Framleiddar ljóðbøkur skulu skrásetast í dátugrunni (excel), gjørdur til endamálið. Hesin dátugrunnur skal m.a. brúkast til miðlapallin til ljóðbøkur. Hesar upplýsingar skulu skrásetast um hvørja bók: . a)  bókaheiti . b)  rithøvundar - sorterað eftir fornavni OG eftirnavni . c)  upplesarar . d)  upprunaheiti . e)  týðarar . f)  bókaforløg, sum hava givið prentaðu útgávuna út . g)  slag av bók - skaldsøgur, stuttsøgur, skúlabøkur, yrkisbókmentir, børn og ung osfr. . h)  format, sum ljóðbókin finst í (analogt, WAV, MP3) . i)  tal av bondum, fløgum, mpr3-fløgum í hvørjari ljóðbók . j)  hvat er á goymslu hvar - talgilt og/ella analogt . k)  hvørjar ljóðbøkur eru á heimasíðu . l)  hits á heimasíðu pr. august 2018 . m)  hvør ljóðbók er givin út sum band, fløga og/ella MP3 . n)  útgávuár - prent . o)  útgávuár ljóðbók . p)  prísir . q)  longd í tíð . r)  hvørjum bókasavnið ljóðbøkurnar eru á . s)  serligar viðmerkingar - t.d. "vælegnað til ung 14-17 ár" . t)  ISBN nummur . u)  innihaldsfrágreiðingar 8 2.0 Ljóðbókabrúkarar og nýtsla av ljóðbókum Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 2.1 Týdningarmesti málbólkurin Atgongd til ljóðbøkur er sjálvandi serliga umráðandi fyri øll tey, sum av ymiskum orsøkum ikki kunnu ella ikki hava møguleika fyri at lesa bøkur, tí tey eru blind, orðblind, lesiveik ella lesitarnað, tí tey t.d. ikki fáa hildið á einari bók orsaka av kropsligum tarni av ymsum slag. Talið av orðblindum og lesiveikum sum heild í Føroyum er ongantíð kannað ella staðfest, men um so er, at somu viðurskifti gera seg galdandi í Føroyum sum í londunum kring okkum, ið vit vanliga samanbera okkum við, verður roknað við, at umleið 5 til 7 % (onkur metir upp í 10 %) av íbúgvunum eru orðblind ella so mikið lesiveik, at tey hava tørv á ljóðbókum, sbrt. umboðum fyri Felagið fyri lesi- og skriviveik. Altjóða sáttmálin hjá ST frá 2006 um rættindi teirra, ið bera brek, ásetir, at allir borgarar skulu hava trygd fyri líka atgongd til alt, so sum útbúgving, kunnandi tilfar, bókmentir og aðrar mentanarligar upplivingar. Sí t.d. § 9, punkt 1.b. og § 24, punkt 3.c. 3 Okkara grannalond hava rættað seg eftir hesi áseting við at verkseta serligar skipanir, ið veita ljóðbøkur og annan innlisnan tekst til fólk við serligum tørvi, fyrst og fremst á talgildum miðlapalli, men eisini ókeypis tænastur, ið t.d. senda talgildar ljóðbøkur á fløgu út til fólk, ið kunnu skjalfesta, 3 Sí keldu: https://megd.fo/download/file/264e4be9deaa837672fd040cf1dffede3a490795.pdf 9 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 at tey hava ein serligan tørv. Eitt nú kunnu orðblind fólk fáa tekstir, ritgerðir og annað innlisið, ið hevur við skúla ella arbeiði hjá teimum at gera. í Danmark hava tey NOTA, sum hevur uml. 130.000 limir (har av uml. 350 føroyskar limir). í íslandi hava tey Hljóðbókasafn íslands. Her sita upplesarar og lesa inn sjálvir, tvs. góðskukanningin er avmarkað, tí orkan verður løgd í at fáa mest møguligt innlisið. Kvantiteturin hevur meira at siga her enn kvaliteturin. Allir aðrir brúkarar fáa atgongd til ljóðbøkur umvegis bókasøvn, bókahandlar ella aðrar talgildar tænastur, har ein kann melda seg til fast hald vanliga fyri uml. 130 kr. um mánaðin fyri óavmarkaða atgongd til allar tær ljóðbøkur, tænasturnar bjóða. Mest brúktu tænasturnar í Danmark t.d. eru Ereolen.dk (ókeypis útlánstænasta hjá donskum bókasøvnum) og Mofibo (privat tænasta við haldaragjaldi). Her er kvaliteturin í hásæti, og hesar ljóðbøkur verða oftast lisnar inn av sjónleikarum o.ø. fólki, við eini kendari og vandari upplesararødd. í Føroyum er eingin netatgongd til føroyskar ljóðbøkur yvirhøvur, sum er, so Føroyar eru langt afturúrsigldar á hesum økjum. 2.2 Samfelagsligi týdningurin av ljóðbókum Nógv ung eru, sum hvørki eri undir útbúgving ella í arbeiði m.a. tí tey ikki hava nóg góðar lesiførleikar. Sbrt. NOTA.dk eru t.d. umleið 80.000 ung undir 30 ár í Danmark, sum ikki eru farin undir at útbúgva seg ella ikki hava fingið starv á arbeiðsmarknaðinum. Tey flestu av hesum ungu mangla grundleggjandi førleikar at lesa. Eingin orsøk er til at halda, at hetta er so nógv øðrvísi í Føroyum. Hetta er ein trupulleiki, tí í dag seta arbeiðsgevarar støðugt hægri krøv til útbúgvingarstøðið hjá arbeiðstakarum. Flest fólk kunnu uttan iva semjast um, at tað er umráðandi at tryggja, at so nógv sum gjørligt gerast virkin á arbeiðsmarknaðinum. Tí er tað í samfelagsins áhuga, at lesitrupulleikar ikki gerast ein forðing fyri, at fólk fara undir útbúgvingar ella gerast virkin á arbeiðsmarknaðinum. Ljóðbókatænastan kann vera við til at koma teim lesiveiku ungu til hjálpar við at geva teimum betri og ómakaleysari atgongd til savnið av ljóðbókum hjá Ljóðbókatænastuni. Hetta kann gerast ein týðandi íblástur og hjálp, sum kann stuðla teimum í at fara í holt við eina útbúgving, soleiðis at tey seinni økja um sínar møguleikar fyri at fáa størv. Ljóðbókatænastan spælir longu ein umráðandi leiklut í framleiðsluni av ljóðbókum til skúlabrúks. í samstarvi við NáM verða talgildar lærubøkur framleiddar sum ljóðbøkur til undirvísing í fólkaskúlanum, men bert í avmarkaðum tali. Neyðugt er, at nógv meira undirvísingartilfar verður framleitt ikki bara til fólkaskúlan, men eisini til miðnámsskúlarnar og til Fróðskaparsetrið, soleiðis at lesiveik á hægri útbúgvingarstigum fáa tørv teirra nøktaðan. Ein annar málbólkur, sum er vaksin nógv seinastu árini, eru útlendskir tilflytarar. Tey hava torført við at læra seg føroyskt, um ikki hóskandi miðlatilfar finst á føroyskum til teirra. Við at gera ljóðtilfar atkomuligt, sum kann brúkast til undirvísing í føroyskum máli, kann Ljóðbókatænastan vera við til at stuðla samlagingina av útlendingum í Føroyum eisini fyri útlendingar, sum ikki eru orðblindir ella lesiveikir, men sum enn ikki hava lært seg at tosa, lesa ella skriva føroyskt. Tó kann sjálvsagt eisini verða talan um at hjálpa útlendingum við lesitrupulleikum. Sbrt. NOTA er hetta av stórum týdningi í Danmark t.d. 10 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 Ein nýggjur málbólkur kundi havt stóra gleði av føroyskum ljóðbókum á netinum nevniliga útisetar ikki minst tey, sum hava børn. Børnini kundu fingið nógv burturúr at lurta eftir føroyskum barnabókum á netinum. Duga tey føroyskt, eru størri sannlíkindi fyri, at familjan hevur lættari við at flyta heim. Haraftrat er vert at nevna í hesum høpi, at altjóðagerðin økir í heila tikið um trýstið uttanífrá á føroyskt mál og mentan ikki minst á málmenningina hjá børnum. Kappingin við útlendsk miðlatilboð er hørð, og føroyskt er í stórari undirlutan, tá tað kemur til útboð av tilfari á móðurmálinum ikki minst til børn og ung. Henda gongdin hevur varpað ljós á týdningin av at varðveita føroyskt mál, mentan og samleika og her spæla ljóðbøkur eisini ein týðandi leiklut. Tað er sostatt ein samfelagstrupulleiki og ein fólkaræðisligur trupulleiki, at borgararnir ikki hava atgongd til tænastur, sum lond, vit samanbera okkum við, hava til teirra borgarar. Spurningurin er, hvat kann gerast meira fyri omanfyrinevndu málbólkar. Er møguleiki fyri, at framleiðsla av undirvísingartilfari kann økjast? Og hvørjir møguleikar eru fyri fígging av einum talgildum ljóðbóka- netmiðlapalli, sum kann koma júst hesum bólkum til góðar? 2.3 Gerandisnýtsla av ljóðbókum í Føroyum í Føroyum hava ljóðbøkur mest verið ætlaðar fólki, ið vegna blindni, orðblindni, brek ella annað tarn ikki megna at lesa tekstmiðlar í stuttum: fólk við serligum tørvi. Hesin málbólkurin hevur sera stóran tørv á føroyskum ljóðbókum og hevur eisini lógarfestan rætt til at fáa atgongd til 11 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 ljóðbøkur. Ljóðbøkurnar hava tey higartil bara kunnað lænt á bókasøvnum ella keypt í bókahandlum á jøvnum føti við aðrar føroyingar. Men tað eru ikki bara fólk við serligum tørvi, sum lurta eftir ljóðbókum. Eftirspurningurin eftir ljóðbókum veksur eisini millum aðrar borgarar. Nógv ynskja at lurta eftir ljóðbókum, t.d. tá tey ferðast til arbeiðis millum bygd og bý ella tá tey vilja gera okkurt annað samstundis, sum tey lurta eftir ljóðbókum, so sum at rudda, binda, renna, mála hús og mangt annað. Ljóðbókaframleiðsla er tí eisini viðkomandi fyri øll tey, sum av ymiskum ávum heldur vilja hoyra bøkur enn at lesa tær. Eingi hagtøl finnast um ljóðbókanýtslu í Føroyum, men vit vita, at ljóðbókanýtslan er í stórum vøkstri aðrastaðni (sí part 2.4). Eingin orsøk er til at halda, at hetta ikki eisini ger seg galdandi í Føroyum, har so nógv hava atgongd til og brúka internetið sera aktivt. Afturboðanir frá føroyskum brúkarum benda á, at eisini í Føroyum eru ljóðbøkur vorðnar alt meiri ein partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum. í skúlunum verða ljóðbøkur nógv nýttar av næmingum, sum eru lesiveikir t.d. á snar.fo. Leggjast kann afturat, at ein nýggjur málbólkur, ið tykist at hava nógv gagn av føroyskum ljóðbókum, eru tilflytarar. Ein av størstu orsøkunum til økta brúkið av ljóðbókum sum heild er uttan iva, at seinastu árini eru útlendskar tænastur farnar at veita nógv lættari og skjótari atgongd til ljóðbøkur. Eitt nú Audible, Tunein, Overdrive og Scribd, umframt E-reolen og Mofibo í Danmark. Hesar tænastur veita tó ikki atgongd til ljóðbøkur á føroyskum. Einasti mátin at lurta eftir føroyskum ljóðbókum er, sum áður nevnt, við at læna tær á bókasøvnunum ella at keypa tær í bókahandlum. Av tí at alt færri eiga fløguspælarar, er eftirspurningurin eftir ljóðbókum á fløgu í minking. Tað er nógv lættari og skjótari at lurta eftir útlendskum ljóðbókum á netinum. Tí verður uttan iva nógv mest lurtað eftir útlendskum tilfari í Føroyum. Um einki verður gjørt fyri at økja um føroysku talgildu tilboðini á netinum skjótt, er sannlíkt, at føroyskar bøkur detta heilt burturímillum. Tá hetta hendir, og tey, sum kanska hava allarmest brúk fyri ljóðbókum, eru fyri vanbýti, kann tað í síðsta enda vera vandi fyri, at tað gongur út yvir málmenningina í Føroyum sum heild. Fólk í dag eru von við at kunna hava nógv størri ávirkan á sítt miðlabrúk og gera av nær, hvar og hvussu tey brúka talgildar tænastur. Eftirspurningurin eftir talgildum tænastum økist tí í hvørjum. Skjóta tøkniliga menningin ger, at alt fleiri eisini yngri fólk og fólk, sum annars ikki hava trupulleikar við at lesa tekst ynskja at lurta eftir ljóðbókum á teldum, teldlum og snildfonum. Málið hjá Ljóðbókatænastuni er at veita skjóta og góða tænastu til øll, sum hava tørv á ljóðbókum, her undir at tryggja best møguliga góðsku á framleiddu ljóðbókunum, at syrgja fyri, at mest møguligt ljóðbókatilfar er atkomuligt fyri brúkararnar, og at veita tænastuna á røttu miðlapallunum, har brúkararnir ferðast, og soleiðis geva brúkarunum best møguligu upplivingina. Tað er ikki nøktandi, at ljóðbókabrúkarar í Føroyum bara kunnu lurta eftir útlendskum ljóðbókum á netinum, sum er. Fólk skilja ikki, hví tað enn ikki er gjørligt at lurta eftir føroyskum ljóðbókum á netinum. Tað hevur verið gjørligt á útlendskum málum so leingi, so hví ikki her? Tað er ein spurningur um politiska raðfesting, um fólk í Føroyum skulu hava somu møguleikar fyri at lurta eftir føroyskum ljóðbókum á netinum, sum fólk í grannalondum okkara hava fyri at lurta eftir ljóðbókum á teirra egna máli. 12 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 2.4 Gerandisnýtsla av ljóðbókum uttanlands Tað er vorðið alt vanligari uttanlands at lurta eftir ljóðbókum. Um menningin innan ljóðbókanýtslu í Føroyum fylgir menningini uttanfyri Føroyar, merkir hetta ivaleyst, at ljóðbókanýtslan og eftirspurningurin eftir ljóðbókum fer at vaksa nógv komandi árini eisini í Føroyum tó treytað av, at fólk her fáa eins lætta atgongd til ljóðbøkur, sum fólk hava uttanlands. Her eru nakrar av niðurstøðunum frá eini stórari kanning í 2017 av ljóðbókanýtslu í USA og í Stórabretlandi 4: Ljóðbøkur eru skjótast vaksandi parturin í talgilda forlagsídnaðinum. USA hevur størsta marknaðin fyri ljóðbøkur. í 2017 vóru ljóðbøkur seldar fyri 2,5 mia. dollarar har í mun til 2,1 mia. dollarar í 2016. 26 % av amerikanarum hava lurtað eftir eini ljóðbók seinastu 12 mánaðirnar, sigur Michelle Cobb frá Audiobook Publishers Association, meginfelagið hjá ljóðbókaframleiðarum í USA. Talið av framleiddum ljóðbókum í USA er vaksið við 33,9% frá 2016 til 2017. E-bókasølan er minkað við 5%, men økta sølan av ljóðbókum hjá bókaforløgunum hevur vigað væl ímóti hesi afturgongd. Ljóðbøkur gerast alt betri umtóktar millum ung. 48% av øllum ljóðbókabrúkarum eru undir 35 ár. Ljóðbøkur eru við at gerast so væl umtóktar, at summi bókaforløg eru farin alt meira yvir til heilt at leypa prentaðu bókina um, fyri bara at geva bøkur út sum talgildar ljóðbøkur. 4 Sí keldu: https://goodereader.com/blog/audiobooks/global-audiobook-trends-and-statistics-for-2018) 13 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 Ljóðbókabrúkarar lósu ella lurtaðu í meðal eftir 15 ljóðbókum seinasta ári, og 77 procent av teimum, sum oftast lurtaðu eftir ljóðbókum, vóru samd í, at ljóðbøkurnar hjálptu teimum at lesa bøkurnar lidnar. Tær størstu orsøkirnar til, at fólk njóta at lurta eftir ljóðbókum er sbrt. kanningini at: 1. Tey kunnu gera okkurt annað, meðan tey lurta. 2. Til ber at lurta eftir ljóðbókum allastaðni, um talan er um ljóðbókaappu til snildfonir t.d. 3. Tey njóta, at onkur lesur fyri teimum. Alt fleiri ljóðbókabrúkarar siga, at tey oftast brúka teirra snildfon til at lurta eftir ljóðbókum við tvs. 29 procent í 2017 í mun til bara 22 procent í 2015. Tey flestu lurta eftir ljóðbókum heima (57 procent), meðan bilurin er tað staðið, har tey lurta næstmest eftir ljóðbókum (32 procent). 68 procent av teimum, sum javnan lurta eftir ljóðbókum gera tað, meðan tey gera ymiskt annað heima so sum at baka (65 procent), at íðka kroppsvenjing (56 procent) ella fáast við ymiskt handarbeiði ella handverk (36 procent). í 2017-kanningini varð fyri fyrstu ferð spurt um tráðleysar hátalarar (so sum Amazon Echo ella Google Home), har 19 procent av øllum lurtarum søgdu seg at hava brúkt tráðleysar hátalarar tað seinasta árið. Millum teirra, sum lurtaðu oftast eftir ljóðbókum, var hetta procenttalið heili 30 procent. Podcasting er vorðið big business. 40 procent av øllum amerikanarum hava lurtað eftir podcastum í 2017 í mun til 36 procent í 2016. 24 procent lurta eftir podcastum í minsta lagi hvønn mánaða, í mun til 21 procent í 2016. Næstan øll, sum distribuera ljóðbøkur, siga, at tey síggja podcastar sum eitt portur inn til ljóðbókaheimin. Bókaforløgini spyrja nógv eftir eldri tilfari, serliga frá teimum best umtóktu rithøvundunum, sum kann gevast út sum ljóðbøkur, siger t.d. Anthony Goff, varastjóri og innihaldsmennari í ljóðbókaforlagnum Hachette Audio. Men tað skal helst vera bøkur, sum ikki eru alt ov rúgvismiklar tvs. størstur eftirspurningur er eftir ljóðbókum, sum ikki taka meira enn um 2-3 tímar at lurta eftir. Tað er hetta, sum fólk vilja gjalda fyri, sigur t.d. Christopher Lynch, stjóri á forlagnum Simon & Schuster Audio. í Danmark gerast ljóðbøkur eisini alt betri umtóktar, so har tykist sama rák at gera seg galdandi. á heimasíðuni hjá Bibliotekernes Projektbank skrivar Aarhus Kommunes Biblioteker: Interessen for netlydbøger boomer. (...) Selv om vi kun har ca. halvt sa mange netlydbøger som e-bøger pa eReolen, ligger udlanet meget højere end for e-bøger. Lydbøger nar ud til nye malgrupper for bibliotekerne og bidrager til at skabe nye læsere/lyttere. 5 5 Sí keldu: http://www.projektbank.dk/produktion-af-flere-lydboger 14 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 3.0 Forðingar, sum mugu vinnast á 3.1 Avbjóðingar í Danmark áðrenn farið verður undir at viðgera avbjóðingarnar á ljóðbókaøkinum í Føroyum neyvari, kann vera áhugavert at hyggja at, hvørjar avbjóðingar tey stríðast við á ljóðbókaøkinum aðrastaðni, sum kanska kunnu javnmetast við okkara ella sum kunnu gerast okkara trupulleikar eisini, um vit ikki eru fyrivarin. í Danmark hava bókasøvnini ein talgildan miðlapall, eReolen.dk, har fólk kunnu lána talgildar e- og ljóðbøkur. Ein donsk kanning, sum Megafon gjørdi fyri TV2 Nyhederne og Politiken í 2017, vísir, at danir flest ynskja atgongd til eina slíka tænastu. 77 % siga seg vera samd í, at bókasøvnini framhaldandi skulu hava eina tænastu sum Ereolen.dk. 7 % eru ósamd, 11 % eru hvørki samd ella ósamd og 7 % vita ikki. 6 Sum er, kunnu donsk bókasøvn frítt keypa og lána út prentaðar bøkur og ljóðbøkur á fløgum. Danmarks Biblioteksforening heldur, at hesin rættur eigur eisini at fevna um talgildar bøkur á netinum. Men hetta er ikki so einfalt at seta í verk. Rithøvundar og bókaforløg kunnu ikki forða fyri, at teirra prentaðu bøkur og ljóðbøkur á fløgu verða læntar út á bókasøvnunum, tí rætturin hjá almenninginum at sleppa at lána bøkurnar er lógarfestur. Men rithøvundar og bókaforløg kunnu nokta fyri, at teirra bøkur verða miðlaðar talgilt á eReolen.dk t.d. Hóast summi stúra fyri, at tað kann koma at kosta bókasøvnunum ov nógvar pengar at lána talgildar bøkur út, og at hetta tí kann ganga út yvir innkeypið av prentaðum bókum til útláns, hevur 6 Sí keldu: https://politiken.dk/kultur/art6041589/Skal-biblioteker-have-fri-adgang-til-at-udl%C3%A5ne-forlagenes-e-b%C3%B8ger 15 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 tað leingi verið eitt stórt ynski hjá donskum bókasøvnum at kunna geva somu ókeypis atgongd til at lána út e- og ljóðbøkur á netinum, sum tað hevur verið til at lána prentaðar bøkur síðani 1946. Fólkatingið samtykti í 1946 eitt undantak í upphavsrættarlóggávuni, ið gav bókasøvnunum loyvi til at lána allar útgivnar bøkur út. Hin vegin fingu bókasøvnini álagt skyldu til at rinda bókasavnspengar til rithøvundarnar. Stjórin í Biblioteksforeningen, Michel Steen-Hansen, heldur, at bókasøvnini áttu at havt sama rætt í talgilda heiminum, tí prinsippið um, at øll skulu hava somu fríu og líka atgongd til mentanararvin er ikki galdandi á talgilda økinum. Danska Bibliotekarforbundet tekur undir við Michel Steen- Hansen um, at tað sæð frá einum miðlanarsjónarmiði má vera idealið við fríari og líka atgongd til talgilt bókatilfar eins og til fysiskt bókatilfar. Men líka síðani bókasøvnini almannakunngjørdu talgildu útlánstænastuna, eReolen.dk í 2011, hevur stríð verið millum bókasøvnini og eina røð av bókaforløgum um, hvørjar reglur skulu galda fyri, hvussu útlánið av e- og ljóðbókum skal fara fram. ósemjan hevur fingið fleiri stór bókaforløg til at taka sínar bøkur úr eReolen.dk, so sum t.d. Gyldendal og Politikens Forlag, meðan Lindhardt og Ringhof, umframt nógv av teimum smærru bókaforløgunum hava verið nøgd við talgildu tænastuna. Gyldendal hevur tó nýliga fingið nýggja avtalu í lag, so teirra bøkur eru komnar innaftur í tænastuna. Bókaforløgini stúra fyri, at tað gongur ov nógv út yvir søluna av e- og ljóðbókum, um tað verður ov lætt hjá fólki at lána bøkurnar ókeypis á eReolen. dk. Hin vegin halda bókasøvnini, at ov nógvar avmarkingar forða teimum í at fáa lesarar til at brúka e- og ljóðbøkur. Tað hevur ikki gjørt málið minni fløkt, at tað haraftrat eru komnar stroymingstænastur sum Mofibo, Bookmate og PolitikenBooks, har fólk fyri eitt haldaragjald fáa netatgongd til túsundavís av bókum. Spurningurin er so, hví ikki bara lata handilsligar tænastur um at taka sær av atgongd á netinum til talgildar bøkur. Men Bibliotekarforbundet vísir m.a. á, at hesar tænastur ofta hava handilsligan áhuga í at fáa fólk til at lesa ávísar bøkur, sum tey hava keypt bíliga ella tey kunnu hava avtalur um fyri pengar at taka ávísar rithøvundar fram um aðrar. Spurnartekin verður sett við, um tað er so gott, at handilsligar tænastur halda eyga við, hvat fólk lesa, og rætta útboðið inn eftir handilsligum áhugamálum. Bibliotekarforbundet heldur, at allar bøkur eiga at vera líka atkomuligar, uttan at onkur tænasta, sum fyrst og fremst hevur vinning fyri eyga, skal blanda seg uppí. Stóri munurin á talgildum og fysiskum bókum er, at talgildar bøkur kunnu lánast út aftur ferð eftir ferð, meðan fysiskar bøkur verða slitnar og mugu skiftast út, tá umleið 20 lánarar hava lænt tær. Samstundis kann bíðirøð vera til fysiskar bøkur. Um eitt bókasavn hevur keypt 10 eintøk av einari bók, kunnu einans 10 fólk lána bókina í senn, meðan talgildar bøkur kunnu í grundini lánast út til eitt óendaligt tal av lánarum. Tað oyðileggur søluna av prentaðum bókum, meina bókaforløgini. Avtalur eru tí gjørdar millum bókasøvnini og bókaforløgini um, at útlánið av bókum á eReolen.dk má vera avmarkað. Fíggjarligu karmarnir hjá bókasøvnunum seta eisini eitt ovara mark fyri, hvussu nógvar e- og ljóðbøkur, tað ber til hjá teimum at keypa og lána út. ósemjan við Gyldendal t.d. hevur mest verið um, hvussu stórar avmarkingarnar fyri útláninum skulu vera. Skulu bókasøvnini einans hava rætt til at lána eina talgilda bók út t.d. eina ferð, áðrenn tey skulu keypa hana aftur? 16 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 ósemjan hevur vart so leingi, at røddir hava verið frammi um, at lóggeva á økinum, um ikki partarnir koma til sættis. Dansk Folkeparti heldur t.d., at bókasøvnini ikki mugu máa støðið undan bókasølu, og at tey tí ikki áttu at fingið loyvi til at lána talgildar bøkur út, fyrr enn eitt ella tvey ár eftir, at bøkurnar vóru givnar út í prentaðum formi. Men hvørki bókasøvnini ella bókaforløgini hava áhuga í, at tað verður lóggivið á økinum. Stúrt verður fyri, at so verða reglurnar alt ov fýrkantaðar. Tey vilja heldur samráðast sínámillum um, hvørjar reglur skulu galda. í Danmark hava stórt sæð øll fría og líka atgongd til bøkur, tí bøkur verða prentaðar og kunnu lánast á bókasøvnunum. Men framyvir kann saktans henda, at nógvar bøkur ikki longur verða prentaðar, men einans verða atkomuligar í talgildum formi. Tá er ein nýggj støða. Tað er tó einki, sum bendir á, at hetta hendir í bræði, sigur Christine Bødtcher-Hansen, stjóri í yrkisfelagnum Danske Forlag. Danske Forlag hevur skotið upp í minsta lagi at seta eina reglu í gildi, har allar bøkur verða gjørdar tøkar í eini haldaraskipan, har talgilda bókin kann lánast út eitt ávíst tal av ferðum, men einans til ein lánara í senn, tí hetta kann tryggja, at allar bøkur er líka atkomuligar. Men hetta eru donsk bókasøvn ikki áhugað í, tí tey halda, at tað fer at avmarka útlánið alt ov nógv, sigur Jakob Heide Petersen frá Københavns Hovedbibliotek, og leggur aftrat: Vit hava ongan áhuga í at miðla bøkur, sum vit ikki kunnu geva atgongd til. Har stendur tað so fast í løtuni. Politiskt verður nú arbeitt við at gera eitt nýtt tilmæli um donsk bókasøvn, herundir eisini um e- og ljóðbókaøkið, sum væntandi verður liðugt seinni í ár. áhugavert verður at fylgja, hvussu danir fara at loysa ósemjur o.a. avbjóðingar á økinum framyvir. 7 3.2 Niðurstøðurnar í føroyska álitinum um ljóð- og e-bøkur frá 2015 Eins og í Danmark eru forðingar í Føroyum, sum eru við til at gera arbeiðið á ljóðbókaøkinum torført, harímillum ógreið rættarlig viðurskifti og vantandi fígging til neyðugar íløgur hjá Ljóðbókatænastuni / Landsbókasavninum. í 2014 fór ein arbeiðsbólkur at kanna viðurskiftini á ljóðbókaøkinum. í februar 2015 lat bólkurin eina frágreiðing við einum tilmæli til táverandi mentamálaráðharran Bjørn Kalsø. Her vóru viðurskiftini lýst, men verri enn so allir ivaspurningar vóru svaraðir. 8 Fylgjandi spurningar vórðu settir í álitinum: -  Hvørjar tænastur skal landið veita, tá tað snýr seg um ljóðbøkur og e-bøkur? -  Hvussu skulu hesar tænastur skipast? -  Hvørjir rættarligir spurningar eru í sambandi við hesar tænastur? -  Hvørjir tøkniligir spurningar eru í sambandi við hesar tænastur? í niðurstøðuni í álitinum varð staðfest, at tað er ein almenn uppgáva at tryggja, at eitt nøktandi útboð av ljóðbókum eru atkomuligar umvegis eina ljóðbókatænastu, og at føroyskar ljóðbøkur og 7 Sí keldu: https://www.db.dk/artikel/kulturminister-mette-bock-vil-have-analyse-af-biblioteket-i-2018-rundsp%C3%B8rge 8 Sí keldu: http://tilfar.lms.fo/logir/alit/2015.02%20álit%20um%20almennar%20ljóðbókatænastur.pdf 17 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 e-bøkur eiga at vera til taks á landsins bókasøvnum umvegis netið tvs. á eini talgildari útlánsskipan á netinum eins og Danmark hevur eReolen.dk. Mælt varð til, at Ljóðbókatænastan skal skipast sum serbókasavn sum partur av høvuðsbókasavnsuppgávuni hjá Landsbókasavninum. Hvat hetta inniber, skuldi so nágreinast í eini dagføring av løgtingslógini um bókasøvn. Henda dagføring er tó ikki framd enn. Staðfest var, at vitan og upplýsing eigur at vera atkomulig hjá øllum borgarum landsins, og tí skal Ljóðbókatænastan halda fram við at varða av framleiðslu og útbreiðslu av ljóðbókum, umframt taka sær av fakligari ráðgeving, tøkniligari tænastu í sambandi við útgávu og framleiðslu, og eisini av fíggjarligum stuðli í sambandi við útgávu. Mælt var til, at uppgávurnar hjá Ljóðbókatænastuni eisini skulu fevna um persónliga ráðgeving, vegleiðing og tænastu. Haraftrat skal tænastan virka sum samskipandi liður í mun til brúkarar, aktørar og menning á økinum. Arbeiðsbólkurin, sum skrivaði álitið, metti, at tað var neyðugt at seta størri fíggjarliga orku av til endamálið á fíggjarlógini, skuldi Ljóðbókatænastan átaka sær allar nevndu skyldurnar. Eingin niðurstøða var tó um, hvussu nógv hetta kostar. Men uppskot var um at seta verkætlanarleiðara at greina almennu ljóðbóka- og e-bókatænastuna, so greiða fæst á, hvussu stór játtan er neyðug fyri at fáa tænastuna at virka á nøktandi hátt. Eingin verkætlanarleiðari er tó settur enn til at greina hesar spurningar, tí ivi er um, hvaðani fíggingin til verkætlanarleiðaran skal koma frá. Sum er, liggur uppgávan tí einans á fyristøðufólkinum hjá Ljóðbókatænastuni, ið roynir sum frægast at virka undir teim ógreiðu viðurskiftunum, sum valda. Tað ber illa til at reka ljóðbókatænastu í longdini uttan at greiða fæst á ivaspurningunum ikki minst teimum, sum eru íkomnir, eftir at Ljóðbókatænastan, ið áður virkaði sum privat forlag, bleiv løgd undir Landsbókasavnið, sum er almennur stovnur. Sum vera man, hevur hetta broytt grundleggjandi viðurskifti hjá tænastuni. áðrenn tað kann staðfestast, hvussu nógv raksturin av eini framtíðar ljóðbókatænastu veruliga skal kosta, er neyðugt at vita nógv meira nágreint, hvat ætlanin er við Ljóðbókatænastuni. Hetta má greinast væl neyvari enn tað, sum arbeiðsbólkurin kom fram til í omanfyrinevnda áliti, og alneyðugt er ikki minst, at fíggingin samsvarar við ætlanirnar. Greitt er í øllum førum, at ljóðbókaframleiðsla í Føroyum má leggjast í eina tryggari legu. Spurningurin er, hvussu. Avbjóðingin er m.a. at finna út av, hvussu tørvurin hjá fólki við serligum tørvi verður nøktaður, samstundis sum ljóðbøkur skulu kunna seljast av bókaforløgum við vinningi fyri eyga. Her er sera umráðandi, at viðurskiftini millum bókaforløg, rithøvundar (ella umboð teirra) og Ljóðbókatænastuna eru púra greið. Eingin ivi er um, at um flest møguligir brúkarar skulu fáa nakað burturúr, er neyðugt við samstarvi millum partarnar. Tí er neyðugt sum skjótast at finna fram til ein leist, sum allir partar kunnu taka undir við, og sum tryggjar mest møguliga útgávu og útbreiðslu av ljóðbókum á ein hátt, har eingin er við sviðið soð. í komandi pørtunum verður hugleitt um teir fýra ymisku spurningarnir, sum vóru settir í álitinum frá 2015, og um hvat hetta reisir av øðrum spurningum, sum støða má takast til: 18 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 3.3 Hvørjar tænastur skal landið veita, tá tað snýr seg um ljóðbøkur og e-bøkur? Staðfest er, at Ljóðbókatænastan skal halda fram við at varða av framleiðslu og útbreiðslu av ljóðbókum. Eingin forðing er tó fyri, at bókaforløgini ella onnur eisini kunnu geva út og selja ljóðbøkur, men hvussu nógv megna bókaforløgini at framleiða av ljóðbókum? Staðfestast kann, at tað er verri enn so nóg nógv til at nøkta tørvin í øllum førum, sum er. Summi bókaforløg hava roynt seg við at framleiða sínar bøkur sum ljóðbøkur, men tað hevur ikki borið seg vegna ov lítla sølu. Hetta merkir, at í Føroyum hevur Ljóðbókatænastan mestsum verið einasta forlag, sum hevur framleitt ljóðbøkur í longri tíð. Stórt sæð eingin kapping hevur verið á økinum. Ljóðbókatænastan hevur tó einans megnað at framleitt ein brotpart av bókum, sum koma út, til ljóðbøkur fyrst og fremst til fólk við serligum tørvi, men tænastan hevur eisini eftir áheitan selt ljóðbøkurnar til almenningin umvegis Bókamiðsøluna, av tí at tað allatíðina hevur verið ávísur eftirspurningur, og tí eingin annar hevur møtt hesum eftirspurningi. Men hetta kann fáa aðra vend, nú rákið uttanlands bendir á, at ljóðbókanýtsla fer at vaksa í framtíðini. Gongdin kann fáa týdning fyri, hvat t.d. bókaforløgini og Ljóðbókatænastan kunnu semjast um. Greiða má fáast á, í hvønn mun tað almenna skal hava ábyrgd av útgávu av ljóðbókum í mun til tað privata. Kann Ljóðbókatænastan t.d. halda fram við at framleiða ljóðbøkur til sølu eins og gjørt hevur verið higartil? Ella skal hon samstarva við bókaforløgini um søluna? Hvussu verða ljóðbøkurnar miðlaðar á mest skynsama hátt við ella uttan hetta samstarv? At taka støðu til, hvør 19 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 leistur tryggjar eina so rúgvismikla ljóðbókaútgávu og útbreiðslu sum gjørligt, og hvør skal hava atgongd til hvat, hvar og hvussu, er ein politiskur spurningur, sum greið støða má takast til. Eingin ivi er um, at eftirspurningurin eftir einum talgildum netmiðlapalli fyri føroyskar ljóðbøkur er stórur og vaksandi bæði millum tey við serligum tørvi og almenningin sum heild m.a. tí so fá eiga fløguspælarar í dag, meðan teldur, teldlar og snildfonir eru tey tólini, fólk brúka mest. Ein netmiðlapallur til ljóðbøkur eigur tí at verða verksettur beinanvegin. Til ber tó ikki heilt at gevast við ljóðbókaframleiðslu á fløgum enn, tí eftirspurningurin eftir hesum ljóðbókum er ikki heilt horvin í Føroyum. Talan er serliga um eldri brúkarar, sum ikki hava hug ella yvirskot til at læra seg at brúka nýggjar miðlapallar. Tí má verandi ljóðbókaframleiðsla á fløgum halda fram eina tíð aftrat, samstundis sum nýggir talgildir pallar at leggja ljóðbøkur á verða mentir. Men áðrenn arbeiðið veruliga kann fara í gongd, má politiski myndugleikin taka støðu til, hvat ætlanin er við ljóðbókaøkinum framyvir, og síðani má fíggjarliga og rættarliga grundarlagið fáast uppá pláss í samsvari við ætlaninar. Her má alla tíðina havast í huga, at høvuðsendamálið hjá Ljóðbókatænastuni er at hjálpa teimum blindu og lesiveiku, ið hava serligan tørv á ljóðbókum, so tey kunnu fylgja við í øllum tí, ið rørir seg mentanarliga í samfelagnum, fyrst og fremst innan bókmentir, men eisini soleiðis, at lesiveikir næmingar kunna fylgja við í undirvísing í skúlanum á jøvnum føti við øll onnur fólk í Føroyum. Hetta endamálið er lógarfest, og Ljóðbókatænastan kann ikki víkja frá tí. Men so koma skyldurnar í mun til almenningin hvussu nógv skal gerast burtur úr tí? Tað er ein politiskur spurningur, sum greið støða má takast til. 3.4 Hvussu skulu almennu ljóðbóka- og e-bókatænasturnar skipast? Hvussu ein vælvirkandi ljóð- og e-bókatænasta skal skipast, veldst alt um, hvør skal hava ábyrgd av hvørjum, og hvussu ætlanin er at miðla ljóðbøkur framyvir. Føroyski ljóðbókamarknaðurin er so mikið avmarkaður, at sannlíkindini eru sera smá fyri, at nakar kann fáa ljóðbókasølu til at bera seg. Tí er neyðugt við almennum stuðli til ljóðbókaframleiðslu og útbreiðslu, soleiðis at í minsta lagi tørvurin hjá teimum verður nøktaður, sum ikki hava aðrar møguleikar fyri at lesa bøkur enn við at lurta eftir ljóðbókum. Eitt boð uppá ein leist fyri avmarkaða føroyska marknaðin kundi verið, at ljóðbókaøkið verður samskipað og savnað undir eitt, men við ábyrgdini fyri ymisku stigini býttari upp í tríggjar partar: 1. Framleiðari: Ljóðbókatænastan tekur sær av framleiðslu av ljóðbókum. 2. útgevari: Bókaforløgini standa sum útgevarar. 3. Miðlari: Landsbókasavnið miðlar ljóðbøkurnar á talgildum netmiðlapalli, sum í samstarvi við bókaforløg og bókasølur miðlar allar føroyskar ljóðbøkur á netinum. (ítøkiligt uppskot um hvussu, stendur at lesa í parti 4.8) Um Ljóðbókatænastan og bókaforløgini skulu samstarva um framleiðslu av ljóðbókum, eru fleiri ymiskir leistir, til ber at velja, tá talan er um fígging av framleiðsluni. Dømi: 1. Ljóðbókatænastan framleiðir ljóðbókina og rindar útreiðslurnar fyri hetta. Bókaforlagið keypir sær rættin til at bjóða ljóðtilfarið út sum ljóðbók til sølu. Spurningurin er, fyri hvussu nógv. Allan framleiðslukostnaðin ella bara partar av honum? 2. Ljóðbókatænastan og Sprotin býta útreiðslurnar til upptøkuna millum sín, og bókaforlagið fær ljóðtilfarið frá Ljóðbókatænastuni at geva út sum ljóðbøk til sølu. 20 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 3. Ljóðbókatænastan rindar útreiðslurnar til upptøkuna, og bókaforlagið rindar so og so nógv prosent í krónum av hvørjum eintakið, ið verður selt. 4. Ljóðbókatænastan rindar útreiðslurnar til upptøkurnar, og bókaforlagið fær ljóðtilfarið ókeypis at geva út sum ljóðbók og fær allan vinningin av hesum. í fleiri av dømunum er í roynd og veru talan um størri ella minni almennan stuðul til bókaforløgini, har tað almenna (Ljóðbókatænastan) átekur sær at rinda útreiðslur til framleiðsluna, sum bókaforløgini so sleppa undan í størri ella minni mun. Um Ljóðbókatænastan og bókaforløgini skulu samstarva um útbreiðsluna / miðlanina av ljóðbókum, er áhugavert at hyggja at, hvussu t.d. danska talgilda útlánstænastan hjá donskum bókasøvnum, eReolen.dk, virkar. Har hevur eReolen gjørt avtalur við forløgini eftir trimum leistum: 1. Lisensskipan: Tvs. eitt útlán ein lánari. Eins og útlán av prentaðum bókum. Bókasøvnini keypa sær rætt til at lána bøkur út. Vanliga kann hvør keypta bók lánast út fýra ferðir, men einans til ein lánara í senn. Henda skipan verður oftast brúkt til bøkur, sum selja væl, og til væl umtóktar klassikarar. Hetta er lutfalsliga kostnaðarmikið, bíðirøðir kunnu vera til bøkur, og útlánið gongur ofta ov seint fyri bókasøvnini, so fólk gerast ónøgd. 2. Klikkskipan: Tvs. ein bók fleiri lánarar í senn. Bókasøvnini gjalda fyri hvørt útlánið, men kunnu lána bøkurnar út til so nógvar lánarar í senn, sum tey ynskja. Tvs. bókasøvnini seta sjálvi ovara markið. Hetta kann sigast at vera mest ideella skipanin, sæð frá einum bókasavnssjónarmiði. 3. Haldaraskipan: Frí atgongd hjá lánarunum til allar ella eitt úrval av bókum hjá einum bókaforlag. Bókasøvnini keypa sær atgongd til eitt stórt tal av bókum, t.d. eina bókarøð, og kunnu síðani lána tær út óavmarkað. Hetta er ein góð skipan t.d. í mun til barnabøkur. Bókaforløgini kunnu sbrt. avtaluni við eReolen altíð taka sínar bøkur av miðlapallinum eReolen.dk, um tey meta, at miðlanin á eReolen.dk skaðar teirra sølu av prentaðu útgávuni. Bókasøvn í Danmark meta tað sum eina public service skyldu, tey hava, at geva fólki best møguliga atgongd til at lesa bøkur. Tey meta ikki, at omanfyrinevndu skipanir eru serliga brúkaravinaligar, gjøgnumskoðiligar ella lættar at fáast við. Men bókaforløgini halda, at ein eigur ikki at venja fólk við, at bøkur eru ókeypis, tí hvørki tær prentaðu bøkurnar ella tær talgildu bøkurnar eru tað. Hin vegin hava lánarar áhuga í, at bókasøvnini keypa teimum atgongd til bøkur fyri ein so góðan prís sum gjørligt. Tá talan er um prentaðar bøkur verður jú javnan samráðst fyri at tryggja rímiligar og marknaðargrundaðar prísir fyri alment innkeyp. Hetta eigur eisini at vera galdandi fyri talgildar bøkur, verður hildið. Tað tykist sum, at bæði yngri og eldri brúkarar hava tikið væl ímóti og brúka talgildar bøkur. árliga útlánið á eReolen.dk av talgildum bókum er 1.5 mió. og veksur. útlánið av prentaðum bókum liggur til samanberingar um 27.5 mió. um árið. Talið av brúkarum um árið er uml. 300.000. eReolen ræður yvir um 9.200 bøkur eftir avtalu við umleið 250 bókaforløg. Meginparturin av forløgunum er væl nøgdur við skipanina, tí hetta skapar inntøkur bæði til bókaforløgini og teirra rithøvundar. Einans Gyldendal, Politiken og Peoples Press hava ikki verið so nøgd við tænastuna. Sjálvstøðugar samráðingar eru einans við tey størstu bókaforløgini. Tvey professionell samráðingarfólk, sum sita í danska Kulturstyrelsen, hava heimild til at samráðast vegna 21 9 Sí keldu: https://bkchefer.dk/bkf-nyt/bkf-nyt-april-4 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 bókasøvnini við bókaforløgini um sáttmálar. Sáttmálarnir við bókaforløgini eru galdandi í antin eitt ella tvey ár. 9 Tilmælini í Føroyum higartil, umframt niðurstøður frá seinasta fundi í Ljóðbókanevndini, benda á, at breið semja er um, at í Føroyum skal tað bera til hjá almenninginum at læna e-bøkur og ljóðbøkur umvegis ein føroyskan miðlapall, sum t.d. eReolen.dk, t.e. eina heimasíðu og helst eina appu eisini. Hetta kann virka soleiðis, at hevur t.d. bókaforlagið Sprotin givið eina bók út á prenti, sum Ljóðbókatænastan framleiðir, og Landsbókasavnið skal miðla á netinum, kann Landsbókasavnið fáa rættindi frá rithøvundanum / bókaforlagnum til at miðla og læna út ljóðbókina fyri eitt gjald pr. útlán. Fyri at kostnaðurin fyri útlán á netinum ikki skal gerast ov stórur hjá bókasøvnunum, er spurningurin, hvussu útlánið skal avmarkast, og hvar eitt ovara mark verður sett fyri útlán. Við eini klipp-skipan kann Landsbókasavnið t.d. keypa so og so nógv klipp (hvørt klippið umboðar eitt einstakt útlán av eini ljóðbók í talgildum formati). Partarnir kunnu leypandi samráðast um, hvussu nógv klipp skulu keypast, og hvussu stór upphæddin skal vera, sum Landsbókasavnið skal rinda fyri hvørt klippið. Ein kann eisini samráðast um, at Landsbókasavnið byrjar at gjalda fyri útlánini av eini ljóðbók, tá kostnaðurin fyri framleiðsluna av ljóðbókini er rindaður antin heilt ella partvíst. Her má ein taka við í roknistykkið, at fólk við serligum tørvi altíð eiga rætt til óavmarkaða atgongd til ljóðbøkur. Tvs. at tey mugu fáa eina serliga brúkarakotu ella líknandi, ið gevur teimum ókeypis atgongd til allar tær ljóðbøkur, tey ynskja. (Les meira um rættindini hjá teimum við serligum tørvi í parti 3.5). Greiða má fáast á, um tað umframt lánimøguleikan á netmiðlapallinum eisini skal bera til at keypa ljóðbøkur, eins og til ber keypa tónleik, filmar o.a. á t.d. iTunes. Spurningurin er her, um tað almenna (Landsbókasavnið) yvirhøvur kann miðla bøkur til sølu, og um so er, um tað ber til at náa semju við bókaforløgini um júst, hvussu leisturin so skal vera í mun til inntøkuna av søluni. í okkara grannalondum er netmiðlanin av ljóðbókum býtt millum almennar ókeypis ljóðbókatænastur og privatar ljóðbókatænastur, sum fólk gjalda fyri. Hjá tí almenna er ljóðbókatænastan aftur býtt upp í tvey øki: eina fyri fólk við serligum tørvi og eina fyri almenningin. í Danmark hava øll atgongd til at lána fýra e- ella ljóðbøkur um mánaðin á ljóðbókamiðlapallinum hjá donskum bókasøvnum, eReolen.dk. Fólk við serligum tørvi hava harumframt atgongd til eina serliga tænastu, NOTA.dk, fíggjaða av tí almenna, har tey fáa óavmarkaða og ókeypis atgongd til ljóðbøkur, umframt at NOTA.dk eisini virkar sum ein bráðfeingis tænasta, sum kann framleiða einstakar ljóðbøkur, brúkarar spyrja eftir, beinanvegin so hvørt sum tey hava brúk fyri tí. Hetta er ein kostnaðarmikil tænasta, og tað sigur seg sjálvt, at við verandi játtan er heilt ógjørligt at veita almennar ókeypis tænastur á sama stigi í Føroyum. Haraftrat kemur privati marknaðurin, har fólk hava møguleika fyri óavmarkaðari atgongd til ljóðbøkur við at gerast haldarar og gjalda haldaragjald á handilsligum tænastum so sum Mofibo 22 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 o.a. Harumframt eru ein rúgva av útlendskum tilboðum um ljóðbøkur á netinum og á appum, sum kunnu heintast niður til snildfonir og teldlar so sum t.d Audible, Tunein, Overdrive og Scribd. Av tí at føroyski marknaðurin fyri ljóðbøkur lutfalsliga er so evarska lítil, eru ráðini, sum vera man, ikki til at bjóða tað sama her, og vit hava tí onga nettænastu í Føroyum, sum bjóðar fólki føroyskar ljóðbøkur. Skal tørvurin á føroyskum ljóðbókum á netinum nøktast bara nøkurlunda, er neyðugt at umhugsa, um áhugapartar á økinum eiga at samstarva um at geva brúkarunum eina talgilda heildarloysn, ið nøktar tørvin so væl sum gjørligt hjá so nógvum sum gjørligt uttan at vera kostnaðarmiklari, enn fíggjarliga orkan er til her á landi. Kannast má t.d., um ymiskar tænastur møguliga kunnu samantvinnast bæði almennar og privatar so meira fæst burturúr minni, og hvussu hædd verður tikin fyri tørvinum sum heild tvs. bæði hjá fólki við serligum tørvi og samstundis hjá øllum teimum, ið hava áhuga í at lána og lurta eftir føroyskum ljóðbókum. Spurningurin er, um pallurin eisini skal nøkta tørvin hjá teimum, sum kanska fegin vilja lána (leiga) ella keypa talgildar ljóðbøkur fyri pening. í øllum førum ber uttan iva til at spara pening hjá øllum pørtum, verða økini samantvinnað. Mett verður, at tað tøkniliga ber væl til at stovna eina samantvinnaða skipan og fáa eina nøktandi tænastu á henda hátt. Spurningurin er bara, um til ber at gera ein skipan, sum bæði er almenn og privat. Og um so er, hvussu skipanin verður fíggjað ávikavist av tí almenna og tí privata, so best møguligt fyrilit verður tikið fyri áhugamálunum t.d. bæði fíggjarligu áhugamálinum hjá privatu bókaforløgunum og public service áhugamálunum hjá almennu Ljóðbókatænastuni. 23 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 3.4.1 Framleiðsla av skúlabókum í mun til aðra ljóðbókaframleiðslu Ljóðbókatænastan hevur fingið álagt skyldu at framleiða skúlabøkur til ljóðbøkur. Hetta er ein uppgáva, ið Ljóðbókatænastan roynir at loysa í samstarvi við Nám, soleiðis at orðblind og lesiveik børn, ið ikki klára at fylgja við í skúlanum annars, skulu fáa ein møguleika at fylgja við á jøvnum føti við øðrum næmingum. Av tí at hetta hevur verið raðfest ovarlaga, hevur hetta minkað um framleiðsluna av øðrum bókum, meðan framleiðsla er farin fram av ljóðbókum til skúlabrúks. Ofta eru skúlabøkur umfatandi og drúgvar at framleiða. Tí verða skaldsøgur, barnabøkur og annað sett til viks ofta í longri tíð, tá skúlabøkur skulu gerast til ljóðbøkur. Bjørn Kalsø legði í 2016 fram uppskot til samtyktar um, at allar skúlabøkur eisini skulu vera ljóðbøkur (Løgtingsmál 45/2016). 10 Ein skúlabók kostar millum 20.000 og 25.000 kr. at framleiða til ljóðbók. Samlaði kostnaðurin er tí tengdur at talinum av skúlabókum, ið verða givnar út. Mett verður, at fimm nýggjar skúlabøkur koma út árliga, sum er. út frá hesum verður árligi meirkostnaðurin millum 100.000 og 125.000 kr. Haraftrat má koma ein eykajáttan til at lesa skúlabøkur inn, sum eru komnar út áður uppá uml. 1 mió. Uppskotið hevur verið til viðgerðar í Mentanarnevndini tvær ferðir. Enn er eingin avgerð tikin. Inntil ein avgerð er tikin, mugu NáM og Ljóðbókatænastan semjast um, hvussu ein fyribils samstarvsavtala skal síggja út. Sum heild koma umleið 200 bøkur (av øllum slag) út á føroyskum um árið. Ynskið frá brúkarunum er sjálvandi, at so nógvar av hesum bókum sum gjørligt kunnu koma út sum ljóðbøkur á føroyskum. Av tí at royndirnar vísa, at framleiðslan av ljóðtilfari til skúlabrúks gongur út yvir aðra ljóðbókaframleiðslu, eigur henda skipanin at verða endurskoðað. Um so er, at Ljóðbókatænastan ikki fær størri játtan, so økjast kann um framleiðsluna, er spurningurin um NáM, sum jú hevur skúlabókaserfrøðina, kanska framyvir eigur at taka sær av at fáa undirvísingartilfar lisið inn (tey hava útgerð til tess), soleiðis at Ljóðbókatænastan fær størri rásarúm til at framleiða ljóðbøkur burtur úr øllum hinum umfatandi úrvalinum av bókmentum í Føroyum, sum tey í fremsta málbólkinum hjá Ljóðbókatænastuni tey við serligum tørvi spyrja eftir. 3.5 Hvørjir rættarligir spurningar eru í sambandi við virksemið hjá Ljóðbókatænastuni? Síðani Ljóðbókatænastan bleiv løgd undir Landsbókasavnið, hevur ikki verið greitt, hvussu arbeiðið skuldi skipast av nýggjum. Ljóðbókatænastan virkaði áður sum eitt privat forlag, men er nú vorðin partur av almennum stovni. Hetta hevur sjálvsagt avleiðingar fyri virksemið hjá tænastuni ikki minst rættarliga. T.d. er ivi um, hvørt tænastan hevur rætt til at miðla ljóðbókatilfar á netinum, sum onnur hava ognar- og brúksrætt til og um tænastan framhaldandi kann selja ljóðbøkur og soleiðis virka sum eitt forlag við inntøkugevandi virksemi. Sum nú er, hevur Ljóðbókatænastan sbrt. Løgtingslóg um upphavsrætt §17 og Bókasavnslógini §22 lógarfestan rætt til at framleiða eina og hvørja bók til ljóðbók, so fólk við serligum tørvi fáa atgongd til so nógv teksttilfar sum gjørligt í ljóðformati. Við øðrum orðum hevur Ljóðbókatænastan rætt til at framleiða og miðla ljóðbøkur til hendan málbólkin. Men tá tað kemur til spurningin um vinnuliga miðlan / sølu av ljóðbókum til almenningin, er ógreitt, hvussu farast skal fram. Harumframt er eisini ógreitt, hvørt ljóðbøkur eru frítiknar MVG skyldu ella ikki. 10 Sí keldu: http://www.logting.fo/files/casestate/16531/045.16%20U.t.s.%20um%20ljodbokur.pdf 24 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 Ljóðbókatænastan hevur ikki rætt til at miðla ljóðbøkur á netinum uttan við loyvi frá rithøvundunum og bókaforløgunum einans lógarfestan rætt til at framleiða fysiskar ljóðbókaútgávur á fløgu til útláns á bókasøvnunum. Um bókaforløgini tilskila sær rætt til at geva allar sínar bøkur út sum ljóðbøkur eisini, og ikki ynskja at lata Landsbókasavnið miðla teirra ljóðupptøkur á netinum, tí tey sjálvi vilja miðla teirra egnu ljóðbøkur, ber illa til hjá Ljóðbókatænastuni at framleiða somu ljóðbøkur í øllum førum ikki til sølu. Tað tykist ikki skynsamt, at Ljóðbókatænastan framleiðir somu ljóðbøkur umaftur, sum bókaforløgini kanska sjálvi hava framleitt. Eingin trygd er heldur fyri, at bókaforløgini framleiða allar tær prentaðu bøkur til ljóðbøkur, sum eftirspurningur er eftir frá teimum, sum Ljóðbókatænastan hevur sum málbólk. So spurningurin er, hvat kann gerast við tað. áður hevur ljóðbókaarbeiðið í stóran mun bygt á góðvilja hjá fólki og á ídna og áhaldandi arbeiðið hjá undangongukvinnuni, Margretu Næss, sum megnaði at fáa eina rúgvu av ljóðbókaframleiðslum í lag mest við munnligum avtalum. Men tað er ikki haldbart í longdini at t.d. rættarlig og fíggjarlig viðurskifti millum Ljóðbókatænastuna og aðrar samtarvspartar ikki eru greið. Um virksemið hjá Ljóðbókatænastuni at framleiða og miðla ljóðbøkur skal halda fram ótarnað og møguligir tvídráttir fyribyrgjast, sum kunnu skapa óneyðugar forðingar fyri ljóðbókamiðlan, mugu karmarnir verða greiðari bæði lógarkarmar og viðurskiftini við samstarvspartar. Greiða má t.d. fáast á, hvussu ognarrættindini til ljóðtilfar skulu handfarast, og hvussu miðlan og søla av ljóðbókum kann fara fram á røttum rættarligum grundarlag og hvør skal hava hvat burturúr. Allar mannagongdir mugu gerast meira gjøgnumskygdar og byggja á fastar skrivligar avtalur og sáttmálar, sum eru løgfrøðiliga í lagi, og sum tryggja rímilig vilkor fyri allar partar. Neyðugt er við greiðum avtalum við bókaforløgini, við Nám og útbúgvingarstovnar, við Kringvarp Føroya o.a. miðlar v.m. umframt sáttmálar við móttakarar av samsýning. At fáa sáttmálar og avtalur t.d. við bókaforløg viðv. rættindum og prísum fyri útlán uppá pláss er millum størstu fyrisitingarligu avbjóðingarnar hjá Ljóðbókatænastuni í løtuni. í USA og Stórabretlandi halda umboð fyri høvundarnar tað vera ein trupulleika, at bókaforløgini, sum prenta og geva bøkurnar út, eisini krevja rættindini til ljóðútgávuna av bókini. Umboðini fyri høvundarnar halda, at ljóðbøkur eru nakað fyri seg, og at rættindini til at geva út ljóðbøkur, tí eisini skulu vera viðgjørd fyri seg. Dømi eru um, at stór bókaforløg, sum hava fingið bjóðað rættindi til at geva út eina bók, ikki hava viljað givið bókina út á prenti, um tey ikki eisini fingu rættindini til ljóðbókaútgávuna (sí áðurnevnda keldu í parti 2.4). Spurningurin er, hvussu vit møta hesi avbjóðing í Føroyum, og um rættindi til bókaútgávu skulu fevna um bæði prentaðar bøkur og ljóðbøkur. Fundir hava verið við fleiri verandi og møguliga framtíðar samstarvspartar hjá Ljóðbókatænastuni, har tosað hevur verið um at gera fastar avtalur. Øll vísa áhuga fyri samstarvinum, men enn manglar okkurt meira ítøkiligt á borðinum, sum fólk kunnu taka støðu til. Vissa má fyrst vera fyri, at løgfrøðiliga grundarlagið er í lagi tvs. hvør hevur rætt til hvat, áðrenn avtalurnar kunnu gerast. Sáttmálarnir millum feløg, sum umboða tey, ið skulu hava samsýningar, tá ljóðbøkur verða framleiddar, og Ljóðbókatænastuna eiga at verða endurskoðaðir og møguliga dagførdir í minsta lagi eina ferð um árið. Semja er um, at tað er umráðandi javnan at hava samskifti við viðkomandi feløg og leypandi meta, um samsýningin til teirra limir er rímilig í mun til dagsins veruleika. 25 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 Rithøvundafelagið tekur sær av lønarviðurskiftum og rættindum hjá rithøvundum og týðarum. Leikarafelagið tekur sær av lønarviðurskiftum og rættindum hjá leikarum, ið oftast eru tey, ið verða brúkt sum upplesarar. Eisini er neyðugt við einum sáttmála millum Ljóðbókatænastuna og aðrar upplesarar, ið ikki eru limir í Leikarafelagnum. Ljóðbókatænastan setti í 2017 ein løgfrøðing til at kanna rættindaspurningar o.o. løgfrøðilig viðurskifti, sum eru fyritreytir fyri komandi avtalur og sáttmálar við samstarvspartar. Birita Sandberg Samuelsen hjá SóKN advokatum átók sær hetta arbeiðið. Hon hevur arbeitt við at kanna løgfrøðiliga grundarlagið og at gera uppskot um møguligar avtalur, eitt nú millum Ljóðbókatænastuna og Bókadeild Føroya Lærarafelag, umframt millum Ljóðbókatænastuna og Kringvarp Føroya. Bókaforlagið Sprotin er t.d. eisini áhugað í at fáa eina avtalu í lag við Ljóðbókatænastuna. Men fyrr enn greiða fæst á grundleggjandi rættarviðurskiftum, kunnu veruligar samráðingar um avtalur og sáttmálar millum ymiskar partar ikki fara fram. 3.5.1 Sprotin - eitt dømi: Sprotin og Ljóðbókatænastan hava havt fundir bæði í 2017 og 2018 um eina møguliga avtalu millum partarnar. Men enn er ikki komið á mál, tí ógreitt er, hvussu býtið skal verða millum bókaforlagið og Ljóðbókatænastuna. Ivi er t.d. um, hvør hevur ognarskapin til ljóðupptøkurnar, og hvat hetta gevur hvørjum parti rætt til. Ljóðbókatænatan fekk t.d. loyvi frá Sprotanum at lesa inn bókina Bókin um tað góða eftir Carl Johan Jensen. Bókin er lisin inn; Hans Tórgarð hevur lisið. Hetta hevur Ljóðbókatænastan rindað útreiðslurnar til. Ljóðbókin hevur leingi verið klár til útgávu í talgildum formati (wav og mp3). Men av tí at eingin greið avtala var við Sprotan um undir hvørjum treytum, tey skuldu fáa ljóðtilfarið, liggur henda ljóðbók enn og bíðar, og eingin fær gagn av henni. Kringvarpið og Sprotin hava eina avtalu sínámillum. Kringvarpið fekk eitt eintak av ljóðfílunum við upplestrinum av umrøddu bók at útvarpa síðsta heyst. Sprotin vildi fegin sleppa at geva ljóðbókina út um somu tíð, um so var, at Ljóðbókatænastan og Sprotin komu ásamt um, at Sprotin skuldi geva ljóðbókina út og harvið eiga hana og fáa møguligan vinning av søluni. Men hetta kom ikki uppá pláss. Tískil varð ljóðbókin ongantíð givin út. átrokandi er, at funnið verður fram til eina loysn, soleiðis at henda og aðrar ljóðbøkur kunnu verða givnar út, so tær røkka út til ein breiðan skara, og so nógv fólk sum gjørligt fáa gagn av henni. 26 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 3.6 Hvørjir tøkniligir spurningar eru í sambandi við virksemið hjá Ljóðbókatænastuni? Ljóðbókatænastan má sjálvsagt leypandi laga sítt virksemi til ta til eina og hvørja tíð mest brúktu og mest effektivu tøknina. Hetta er galdandi bæði fyri útgerðina, sum brúkt verður til at gera upptøkur við, umframt fyri KT-tøknina, sum neyðug er fyri at miðla ljóðbøkur á besta hátt á netinum. Størsta tøkniliga avbjóðingin í løtuni hongur saman við sjálvari tøkniligu miðlanini av ljóðbókum, og hvussu hon skal skipast framyvir. í grannalondunum er ljóðbókamiðlanin sundurbýtt ávikavist ein til tey við serligum tørvi og so ein onnur til almenningin, umframt at privati marknaðurin eisini hevur ljóðbókatilboð á netinum. Av tí at føroyski marknaðurin er so sera lítil, eru ráðini ikki til at bjóða somu umfatandi tænastur her. Fyri at spara pening er helst neyðugt at umhugsa, hvussu til ber at samantvinna miðlanina av ljóðbókum hjá ymiskum áhugapørtum og til ymiskar málbólkar. Eitt ítøkiligt uppskot er orðað um krøvini til eina online e-bóka- og ljóðbókaútlánsskipan, sum kann nøkta tørvin bæði hjá teimum við serligum tørvi og hjá almenninginum sum heild. Uppskotið varð lagt fram fyri Ljóðbókanevndini í september 2018 og breið undirtøka var fyri uppskotinum, sum ljóðar soleiðis: 1. útlánsskipanin skal kunna samvirka við komandi bókasavnsskipanini hjá Landsbókasavninum, sum møguliga verður ein skipan rópt Cicero LMS (LMS = Library Management System) tann sama, sum Býarbókasavnið brúkar. Eingin endalig avgerð er tó tikin, um tað verður henda skipanin. 2. Lánarar skulu kunna stovna seg sum haldarar / lánarar á heimasíðuni við sínum lánaranummari, har tey sjálvi skulu kunna velja loynital. Kenna tey ikki lánaranummarið, eiga tey at kunna fáa lánaranummarið sendandi við telduposti. 3. Lánarar skulu síðani kunna logga seg á lániskipanina við sínum lánaranummari og loynitali. 4. Lánarar skulu kunna leita fram eina e-bók ella ljóðbók trýsta á Lán og síðani kunna bæði lesa og lurta (tvs. at bæði E-bøkur og ljóðbøkur skulu vera tøkar). 5. Lánarar skulu kunna lurta eftir allari bókini kontinuerligt og kunna leita fram ávísar kapitlar í e-bókini / ljóðbókini at lurta eftir. 6. Lánarar skulu eisini kunna lurta eftir e-bókum við talgildum upplestri, har upplisin ljóðbók ikki er tøk. 7. Lánarar skulu kunna lesa/lurta online bæði á heimasíðuni og í eini appu. 8. Lánarar skulu kunna taka appuna niður umvegis App Store ella Google Play. 9. Umvegis appuna skulu lánarar eisini kunna heinta læntu ljóðbøkurnar niður á eindina, sum appin er á og fáa atgongd til E- og ljóðbøkurnar uttan netsamband. 10. Lánarar skulu kunna læna fýra e-bøkur/ljóðbøkur um mánaðin. 11. Tá ið lánitíðin er farin, eigur lánið at verða strikað av sær sjálvum. Bøkur, sum lánarin hevur heintað niður, skulu eisini verða strikaðar av eindini. 12. Er ein lánari ikki liðug/ur við eina e-bók/ljóðbók, skal hon kunna lænast aftur, tó í mesta lagi tríggjar ferðir í sama ári. 13. Fer samlaða útlánið upp um eitt ávíst mark, sum sett er fyri hvønn mánað, skal ikki bera til at læna fleiri e-bøkur/ljóðbøkur fyrr enn næsta mánað. Hetta uttan mun til, hvussu nógvar bøkur lánarin hevur lænt tann mánaðin. 14. Møguligt skal eisini vera hjá lánaranum at læna ávísar e-bøkur/ljóðbøkur altíð - tvs. bøkur, sum ikki telja við í útlánskvotuni. Hesar bøkur skulu hava serligt frámerki. 27 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 UM vit skulu hava eina útlánsskipan, har brúkararnir skulu gjalda fyri brúk av skipanini, kunnu vit alternativt kanska gera eina skipan við fleiri ymiskum haldaramøguleikum: 1. Eitt ókeypis hald, har tær fyrstu fýra bøkurnar um mánaðin kunnu lánast ókeypis, um ein hevur lánaranummar (eins og tað er á E-reolen). Men skal ein læna fleiri bøkur enn tær fýra, so skal ein gjalda fyri tað. Lánarar, sum velja hetta haldið, og sum ynskja at lána fleiri ljóðbøkur út yvir tær fýra bøkurnar, tey hava loyvi til at lána um mánaðin, skulu kunna velja at gjalda eitt eingangsgjald fyri hvørt lánið av eyka e-bókum/ljóðbókum. 2. Ella um so er, at tey javnan lesa fleiri enn fýra bøkur um mánaðin kunnu tey velja millum fleiri ymisk føst hald við ymiskum prísum. Haldið verður dýrari alt eftir, hvussu nógvar bøkur haldarin ynskir at hava atgongd til at lána hvønn mánaða t.d.: a. Eitt fast haldaragjald, sum gevur rættindi til at lána upp til 6 bøkur um mánaðin. b. Eitt fast haldaragjald, sum gevur rættindi til at lána upp til 10 bøkur um mánaðin. 3. Lánarar skulu kunna gjalda fyri hesi hald við føstum mánaðar-, fjórðingsárs-, hálvárs- ella heilárshaldaragjaldi, har upphæddin verður flutt regluliga av bankakontu teirra. 4. Serligt hald fyri lánarar við serligum tørvi, sum altíð skulu kunna fáa ókeypis hald, líkamikið hvussu nógvar bøkur tey lána. Tvs. at tað skal vera møguligt at skilja ímillum ymisk hald - hald, sum kosta, og hald, sum eru heilt ókeypis. Fólk, sum kunnu skjalprógva, at tey hava serligan tørv, skulu kunna senda inn skjalprógv online, og síðani skulu tey kunna góðkennast av einum moderatori, sum letur upp fyri, at tey kunnu brúka lániskipanina ókeypis. Spurningurin er, um tað er gjørligt at fáa eina skipan, sum lýkur øll hesi krøv. Men áðrenn avgerðir veruliga kunnu takast um tøkniliga partin, er neyðugt at fáa staðfest, hvørjar lánitreytir skulu galda í minsta lagi, og hvussu nógv fígging kann setast av til tøkniliga menning, soleiðis at til ber at siga, hvat kann fáast fyri fíggingina og um samsvar er millum treytir og fígging. Sjálvsagt er neyðugt at vita, um tað slepst undan at menna ymiskar funkur heilt frá grundini, t.d. við at samstarva við samstarvspartar, sum longu hava skipanir, ið líkjast teimum, sum vit ynskja. T.d. kanna, um til ber at brúka teirra skipanir, sum tær eru ella partar av teirra skipanum, sum so kunnu tillagast eina føroyska útlánsskipan. Kannað hevur t.d. verið, um Ljóðbókatænastan kann leggja sínar ljóðbøkur á NOTA.dk, soleiðis at føroysku limirnir fáa atgongd til føroyskar ljóðbøkur tann vegin. Men hetta er ein lutfalsliga dýr loysn í mun til, hvat fæst fyri pengarnar, umframt at tað er eitt stórt ynski bæði frá ljóðbókabrúkarum og frá politiskari síðu um, at føroyskar ljóðbøkur skulu kunna lænast / keypast á einum serskildum føroyskum miðlapalli við føroyskari brúkaraflatu. Hetta forðar tó kortini ikki fyri samstarvi við t.d. NOTA. í juni 2018 varð samráðingarfundur hildin við NOTA í Keypmannahavn. Hesi punktini vóru á skrá: 1. Ynskir NOTA at samstarva við Ljóðbókatænastuna hjá Landsbókasavninum um at seta eina serskilda føroyska útgávu av talgilda miðlapallinum hjá NOTA á stovn? 2. Er gjørligt tøkniliga at stovna eina føroyska útgávu fyri seg, sum brúkar somu aftanfyriliggjandi skipan sum NOTA.dk? 3. Hvat krevur henda loysnin tøkniliga? Av NOTA og av okkum? 28 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 4. Hvat fer ein slík loysn at kosta? Allir spurningar vórðu ikki avgreiddir á fundinum, men í samskifti eftir hendan fundin hevur NOTA latið upp fyri eini loysn, har Landsbókasavnið kann fáa koturnar til appuna og ljóðbókanetavspælaran hjá NOTA at tillaga og brúka á føroyskari ljóðbókaheimasíðu fyri einki, hetta tó bert um NOTA sleppur undan rakstri, viðlíkahaldi og support. Hetta er eitt munandi frambrot, tí hetta kann spara okkum í Føroyum fyri stórar upphæddir, sum annars skuldu farið til at ment slíkar skipanir av nýggjum. Samskifti um, hvussu tillagingin av hesum skipanum til føroyskar brúkarar skal verksetast í royndum, fer fram júst í løtuni. Hvat, ið kemur burturúr, veldst sjálvandi um, hvat er tøkniliga gjørligt at gera í Føroyum av tí, sum er eftir at gera, og hvat tað so fer at kosta og ikki minst um møguligt er at fáa neyðugu fíggingina til hesa menning til vega. 29 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 4.0 Menning og arbeiðið hjá Ljóðbókatænastuni framyvir 4.1 Tøknilig útgerð Neyðugt er við meira dagføring av útgerðini í upptøkuhølunum. í mai 2018 var nýggj telda sett upp í tí eina upptøkuhølinum, og upptøkuforrit vóru dagførd, umframt at fleiri forrit vóru keypt. Eitt annað upptøkuhøli er eisini í ferð við at blíva dagført, soleiðis at tað kann gerast til eitt sjálvgreiðsluhøli, har vandir upplesarar sjálvir kunnu taka upp og ritstjórna egnar upptøkur, meðan tey lesa, eins og gjørt verður á NOTA í Danmark. Fleiri upplesarar eru, sum kunnu gera tað í Føroyum. Hetta merkir, at bøkur kunnu verða lisnar inn í tveimum upptøkuhølum í senn, og at møguleiki tí verður fyri, at framleiðslan kann økjast. 4.2 Framleiðsla Framleiðsla kann framyvir t.d. fara fram soleiðis: Ljóðbókanevndin viðmælir eina bók, ið teirra limir hava eftirspurt oftast viðkomandi bøkur, sum í heila tikið eru nógv eftirspurdar. Eisini kann NáM biðja um at fáa skúlabøkur framleiddar sum ljóðbøkur. Síðani setir Ljóðbókatænastan seg í samband við viðkomandi rithøvund, ið skrivað hevur bókina og / ella bókaforlagið, ið hevur givið bókina út á prenti, um tey eisini hava rættindini at geva bókina út sum ljóðbók. Rithøvundurin / bókaforlagið verða spurd, um tey vilja geva bókina út sum ljóðbók. 30 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 Játta tey, kunnu framleiðsluútreiðslurnar verða býttar millum Ljóðbókatænastuna og bókaforlagið. Spurningurin er eftir hvørjum leisti. Skal hetta avtalast frá ferð til ferð, ella skal føst avtala gerast? Nokta tey, kann ljóðbókin framleiðast, men einans sendast út til fólk við serligum tørvi. Ljóðbókatænastan tekur sær síðani av ítøkiligu framleiðsluni av ljóðbókini. 4.3 útgáva Er talan um bók, sum eitt bókaforlag hevur fingið rættindi frá rithøvundi til at geva út sum ljóðbók, gevur bókaforlagið ljóðbókina út. Tað kann vera sum fløga ella sum talgild ljóðbók ella bæði. Bókaforlagið stendur samstundis fyri marknaðarføring og sølu, meðan Ljóðbókatænastan tekur sær bara av sjálvari framleiðsluni av ljóðbókini. Ljóðbókatænastan og bókaforlagið samráðast um eina avtalu, sum samstarvið um ljóðbókina tekur støði í, herundir avtalu um ein klikk-prís (sí part 3.4). 4.4 Miðlan og marknaðarføring Ljóðbókatænastan / Landsbókasavnið miðlar ljóðbókina til útláns við at leggja hana út á talgilda miðlapallin hjá Landsbókasavninum. Hetta verður gjørt fyri ein klikk-prís, sum er tann upphæddin, ið Landsbókasavnið skal rinda til bókaforlagið fyri hvørt talgilt eintak, ið Landsbókasavnið vil læna út hvønn mánaða. T.d. um Landsbókasavnið keypir fýra talgild eintøk av eini ljóðbók frá bókaforlagnum, skal Landsbókasavnið rinda fýra ferðir ávísa upphædd hvønn mánaða til bókaforlagið. Er eftirspurningur eftir fløgum, er neyðugt at umhugsa at framleiða nøkur eintøk á fløgu eisini til at læna út. Annars er bert talgilda útgávan galdandi. Bókaforlagið marknaðarførir ljóðbøkur til sølu, meðan Ljóðbókatænastan / Landsbókasavnið miðlar og marknaðarførir møguleikan at lána ljóðbøkur á netinum og miðar eftir at gera fleiri fólk varug við hendan møguleikan at lurta eftir ljóðbókum. Spurningurin er, um fólk á miðlapallinum skulu hava loyvi til ikki bara at lána, men eisini keypa ljóðbøkur til at taka niður á egna teldu. Skulu fólk varnast møguleikarnar fyri at lurta eftir ljóðbókum, er neyðugt at leggja væl størri orku í marknaðarføringina av ljóðbókum enn tað hevur verið higartil. T.d. ber væl til at gera væl meira burturúr at gera ljóðbøkur sjónligari á sosialu miðlunum, har so nógvir føroyingar (38.000) kunna seg um mangt og hvat. Hetta tekur sjálvsagt tíð og orku. Verður t.d. ein tøkningur settur í ljóðbókatænastuni at byrja við bara parttíð, verður nógv betri tíð hjá fyristøðufólkinum at taka sær av hesum. 4.5 Atgongd til fólk við serligum tørvi Fólk við serligum tørvi skulu, sum áður nevnt sbrt. lóg hava óavmarkaða atgongd til ljóðbøkur. 31 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 Neyðugt er at hava eina serliga avspælingarskipan, ið er løtt at stýra hjá fólki, ið ikki síggja væl. Helst er neyðugt eina løtu enn at prenta nakrar ljóðbøkur á fløgu til fólk, ið kunnu skjalprógva, at tey hava ein serligan tørv. Serliga eru tað eldri brúkarar, ið hava hendan tørvin. Tað er eisini viðkomandi at kanna, um ein Daisy-avspælari (ið brúkarar á Blindastovninum / Sjóndeplinum vanliga brúka) kann spæla eina talgilda ljóðbók av netinum eitt nú við bluetooth ella umvegis wifi. 4.6 Talgilda ljóðbøkur og e-bøkur áðrenn ein talgildur miðlapallur kann gerast, er sjálvsagt sera umráðandi, at alt ljóðtilfar er tøkt í talgildum formi. Arbeiðið við at talgilda tær uml. 400 500 ljóðbøkurnar, sum eru givnar út higartil, er so smátt farið í gongd. Harumframt er neyðugt, at allar føroyskar prentaðar bøkur verða tøkar sum E-bøkur, soleiðis at til ber hjá fólki við serligum tørvi at lesa bøkurnar / lurta eftir bókunum við brúki av føroyskari teldutalu í teimum førunum, har innlisin ljóðbók ikki finst. 4.7 Talgildan miðlapall Uppgávan hjá Ljóðbókatænastuni er ikki bara at framleiða, men eisini at miðla ljóðbøkur til útláns til tey fólk, ið hava brúk fyri teimum, ella til fólk í heila tikið, sum ynskja at lurta eftir ljóðbókum. Ætlanin er, sum nevnt, at hetta skal gerast umvegis ein talgildan miðlapall, ið Landsbókasavnið mennir. Ljóðbókatænastan stendur fyri at reka tann partin við talgildum ljóðbókum, ið kunnu nevnast net-ljóðbøkur, og tekur sær av ritstjórnarliga partinum. Tað ber ikki til at fremja hetta í verki uttan so, at eitt professionelt KT-fólk verður knýtt at Landsbókasavninum, ið samstundis kann nøkta tørvin hjá Ljóðbókatænastuni um at miðla talgildar ljóðbøkur á netinum. Ynskiligt er, at miðlapallurin eisini fevnir um eina appu, soleiðs at øll við eini snildfon kunnu fáa skjóta og lætta atgongd til ljóðbøkur og kunnu lurta t.d. á ferð til og frá arbeiði, til arbeiðis og í frítíðini, meðan hendurnar fáast við annað. Hetta er vorðin ein náttúrligur partur av mátanum, ið brúkarin lurtar eftur net-ljóðbókum í dag. Tað sær út til, at tað fer at bera til at fáa partar av funkunum á danska netmiðlapallinum fyri ljóðbøkur, NOTA.dk, soleiðis at Landsbókasavnið sleppur undan at gera íløgur í menning av hesum funkum. Tó er nógv annað menningararbeiði eftir at gera í mun til aðrar funkur, sum skulu tillagast til føroyska brúkaramarknaðin. Spurningurin er, hvørt tað skal bera til bæði hjá teimum við serligum tørvi at fáa ókeypis og óavmarkaða atgongd til bøkurnar á netmiðlapallinum, samstundis sum tað skal bera til hjá almenninginum sum heild at fáa avmarkaða atgongd til at lána ljóðbøkur og/ella møguliga eisini keypa bøkurnar til ognar á pallinum. 32 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 4.8 Onnur ynski og hugskot Ynskiligt er, at í framtíðini verða allar bøkur, ið koma út á føroyskum, givnar út sum ljóðbøkur og lagdar á netið, samstundis sum bókin verður útgivin, soleiðis at øll hava møguleikan at vera við og taka lut í tí, ið er viðkomandi í mentanarliga kjakinum. Ynskiligt er, at tað altíð verður raðfest høgt at leggja seg eftir at framleiða ljóðbøkur í góðari góðsku. Tað er umráðandi, at fólk við serligum tørvi fáa ein jaliga uppliving við ljóðbókunum. Ynskiligt er, at brúkarin við serligum tørvi altíð er fremst í huganum, tá støður verða tiknar í sambandi við ljóðbókaarbeiðið framyvir. Ynskiligt er, at allar føroyskar skaldsøgur, sum eru komnar út higartil, verða givnar út sum ljóðbøkur. Umframt at eftirspurningur er alla tíðina eftir øllum nýggjum, sum kemur út av prentaðum tilfari á føroyskum, er eisini nakað av eftirspurningi eftir føroyskum skaldsøgum sum ljóðbøkur. Kanska kundi ein givið eldri skaldsøgur út sum eina røð av klassikarum. Hetta er ein ítøkilig uppgáva, sum hol er sett á heystið 2018. Ynskiligt er, at møguligt verður at lurta eftir útvarpsleikum sum ljóðbøkur. Hetta hava fleiri ljóðbókabrúkarar spurt um. BBC ger t.d. ljóðbøkur burtur úr útvarpsleikum. Hetta er stak væl umtókt í Stórabretlandi, sambært kanningini nevnd í parti 2.4 í hesum riti. Her er ein møguleiki fyri framtíðar samstarvi millum Ljóðbókatænastuna og Kringvarpi um ljóðbókaframleiðslu av føroyskum útvarpsleikum. Ynskiligt er, at møguleikin at lurta eftir ljóðbókum gerst sjónligari í samfelagnum sum heild. Eitt hugskot kundi verið at samstarva við Kringvarpið um at gera sendingar um bøkur / ljóðbøkur. Sendingarnar kunnu verða lagdar út á netið bæði hjá Kringvarpinum og á heimasíðuni hjá Landsbókasavninum sum podcast-sendingar. Kanningin, sum sipað var til í parti 2.4 í hesum riti, vísti, at bókaforløg uttanlands halda neyvt eyga við podcast rákinum, sum hevur víst seg at vaksa nógv um áhugan hjá fólk at gerast ljóðbókabrúkarar. Ofta verða podcast-sendingar t.d. gjørdar um evni í ymiskum bókum, har sendingarnar gera meira burtur úr evninum og lýsa kanska framhaldið av málum, lýstum í bókunum. Hetta hevur fingið ljóðbókadistributørar so sum Audible, Tunein, Overdrive og Scribd til at byrja at gera teirra egnu podcastsendingar. Tankin er, at um tú venur fólk við at lurta eftir einari rúgvu av ókeypis ljóðtilfari, so endar tað við, at tey hava meira lyndi til at keypa sær eitt ljóðbókahald ella keypa ljóðbøkur. Hin vegin gongur ávirkanin eisini hin vegin sbrt. kanningini tvs. at fólk, sum lurta eftir ljóðbókum, lesa eisini fleiri prentaðar bøkur. 33 5.0 Niðurstøða og tilmæli Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 5.1 Niðurstøða Niðurstøðan er, at Ljóðbókatænastan / Landsbókasavnið hevur tørv á, at myndugleikarnir taka ljóðbókaøkið í størri álvara, tvs. taka ábyrgd av økinum og tryggja, at øll fólk í Føroyum, sum ynskja tað, fáa betri atgongd til bókmentir og undirvísingartilfar á føroyskum í e- og ljóðbókaformati. Víst hevur verið á, at hetta er ein mannarættur, og at tað við lóg er tryggjað fólki við serligum tørvi, at tey skulu hava atgongd til undirvísingartilfar og annað kunnandi og mentanarligt tilfar. Havast má í huga, at krøvini til útbúgvingarstøðið hjá arbeiðsmegini vaksa støðugt. Tað hevur tí stóran samfelagsligan týdning, at trupulleikar hjá fólki við at lesa ikki eru ein forðing fyri, at fólk útbúgva seg ella verða sett í starv á arbeiðsmarknaðinum. Um føroyskt mál og mentan ikki skal avmaktast heilt undir flóðalduni av útlendskum talgildum tilboðum, sum skola inn yvir føroyska samfelagið í dag, er alneyðugt at veita tíðarhóskandi og viðkomandi tænastur til brúkararnar á teirra mest brúktu pallum. Føroyingar sum heild hava tørv á betri, lættari og skjótari netatgongd til tær bøkur, ið verða útgivnar á føroyskum eins og fólk í okkara grannalondum hava til bøkur á teirra málum. Um ynskt verður at stuðla málmenningini og hækka vitanarstøðið í Føroyum ikki minst millum tey 5 - 10 % av fólkinum, sum eru lesiveik er neyðugt, at avvarðandi myndugleikar raðfesta ljóðbókaøkið hægri, so møguleikin hjá øllum borgarum fyri at útbúgva seg og fáa arbeiði verður líka stórur. álit um Ljóðbøkur og e-bøkur varð latið landsstýrismanninum í Mentamálum í februar 2015. í álitinum varð mælt til, at Ljóðbókatænastan skal mennast, m.a. skal ein talgildur miðlapallur fyri 34 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 ljóðbøkur mennast. Ynskiligt var, at hesin miðlapallur bæði skal kunna læna út og selja ljóðbøkur og e-bøkur til alt Føroya fólk. Hetta kann ikki bíða meira, tí fólk brúka ikki ljóðbøkur á fløgum longur. Feløg og onnur, sum umboða ljóðbókabrúkarar, hava í fleiri ár gjørt vart við, at verandi framleiðsla og útbreiðsla av ljóðbókum samsvarar als ikki við veruliga tørvin. Alt fleiri yngri brúkarar spyrja eftir tænastum á netinum at lurta eftir ljóðbókum við, so sum t.d. appur til teldlar og snildfonir. Tað er her fólk ferðast í dag, tá tey vilja hava kunning, upplýsing og undirhald. Neyðugt er at hava fyrilit fyri marknaðarstýrdu menningini og fyrilit fyri einum brúkaraumhvørvi, har væntanin um skjóta avgreiðslu innan talgildar tænastur gerst alt meira vanlig og neyðug. Kravið um, at føroyskar ljóðbøkur og e-bøkur verða gjørdar atkomiligar á talgildum miðlapallum, sum brúkararnir brúka mest í dag, veksur bara dag um dag. í grannalondum okkara fór umskiftið frá ljóðbókum á fløgu til talgildar ljóðbøkur á netinum longu fram fyri umleið 10-12 árum síðan. Her eru Føroyar langt afturúrsigldar, og einki røkist fyri, at ein talgildur miðlapallur fyri føroyskar ljóðbøkur kemur enn. Ljóðbøkur, sum Ljóðbókatænastan framleiðir, koma bara út á fløgu, sum er. Hetta er ein trupulleiki, tí færri og færri eiga fløguspælara, og tí fløguspælarar eru á veg úr marknaðinum. Tí er tíðin langt síðani komin til, at ein talgildur miðlapallur fyri føroyskar ljóðbøkur verður verksettur. Eingin ivi er um, at Ljóðbókatænastan / Landsbókasavnið má raðfesta at fara í holt við skjótast gjørligt í minsta lagi at menna eina ljóðbókaappu á føroyskum, har atgongd verður til at lána bæði E-bøkur og ljóðbøkur. Ein avbjóðing, sum Ljóðbókatænastan hevur í hesum sambandi, er, at marknaðurin fyri føroyskar ljóðbøkur er sera lítil, men tørvurin hjá tí einstaka ljóðbókabrúkaranum er eins stórur, sum hann er aðrastaðni. Ljóðbókatænastan hevur lógarfesta skyldu til at møta hesum tørvi. Spurningurin er, hvussu føroyingar sum heild bæði tey við serligum tørvi og øll onnur fáa eina ljóðbókatænastu á hædd við ta í grannalondunum, har ljóðbókamiðlanin til hesar báðar málbólkarnar er sundurbýtt. Av tí at føroyski marknaðurin er so sera lítil, eru ráðini ikki til at bjóða somu umfatandi sundurbýttu tænastur her. Fyri at spara pening er neyðugt at umhugsa, hvussu til ber at samantvinna miðlanina av ljóðbókum hjá ymiskum áhugapørtum privatum og almennum til ymiskar málbólkar. Velur ein at samantvinna miðlanina av ljóðbókum til fólk við serligum tørvi við miðlanina til restina av brúkarunum, skal hesin talgildi miðlapallur kunna geva óavmarkaða atgongd til fólk við serligum tørvi og avmarkaða atgongd til øll onnur. Fyrri bólkurin hevur lógarfestan rætt til at fáa atgongd til alt skrivað tilfar, sum verður lisið inn (sí Løgtingslóg um upphavsrætt §17). Greið støða má takast til, júst hvussu Ljóðbókatænastan skal tæna seinna bólkinum í hesum høpi. Ljóðbókatænastan arbeiðir støðugt við at kanna, hvussu tænastan kann veita eina betri og meira nøktandi og tíðarhóskandi tænastu, uttan at hetta skal kosta føroyska skattgjaldaranum so stórar upphæddir, at tað í roynd og veru er ógjørligt at fáa játtan til hetta. Men sum vera man, er ikki ókeypis at nýstovna talgildar tænastur. Enn hevur ikki borið til at verkseta ein føroyskan miðlapall / ljóðbókaútlánsskipan á netinum. Henda verksetan kostar eina størri upphædd einaferð, sum ikki kann takast av verandi játtan, um framleiðslan av ljóðbókum skal haldast á sama stigi. Við verandi játtanarkarmi hevur Ljóðbókatænastan tíverri ongan møguleika fyri at víðka virksemið. Alneyðugt er tí við eini einstakari eykajáttan til hesa verksetan. Eingin orsøk er til ikki at gera hesa 35 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 íløgu sum skjótast, tí í longdini verða ljóðbøkur bíligari at framleiða og miðla framyvir, verður hetta gjørt. Landsbókasavnið, sum varðar av Ljóðbókatænastuni, eigur tí beinanvegin at fáa eina játtan, sum ger tað møguligt at verkseta eina talgilda føroyska ljóðbókatænastu á netinum. Um umráðandi arbeiðið at nútímansgera karmarnar hjá ljóðbókum í Føroyum skal flyta seg framá, er eisini alneyðugt, at greiða fæst sum heild á tey grundleggjandi rættarligu, fíggjarligu og tøkniligu viðurskifti, sum arbeiðið hjá Ljóðbókatænastuni skal byggja á framyvir. Sum nú er, er einans eitt parttíðar starvsfólk sett í Ljóðbókatænastuni. Um Ljóðbókatænastan skal framtíðartryggjast, veruligi tørvurin á ljóðbókum nøktast á hóskandi miðlapallum, og málið um at geva minst 25% av føroyskum bókum út sum ljóðbøkur røkkast, so er eingin ivi um, at hetta er ov lítið, og at núverandi játtan á fíggjarlógini til ljóðbøkur má hækkast. Ljóðbókatænastan má í minsta lagi ráða yvir hálvtannað til tvey ársverk, umframt fáa nóg mikið av fígging, so framleiðslan kann koma upp á nevndu 25 prosentini og meira tíð og orka kann setast av til miðlan og marknaðarføring av ljóðbókum. Skal tað bera til at framleiða fleiri ljóðbøkur i senn framyvir, og harvið økja um framleiðsluna á minst kostnaðarmikla hátt, má tøkniliga útgerðin í Ljóðbókatænastuni eisini leypandi dagførast og effektiviserast. Lógar- og fíggjargrundarlagið hjá tænastuni má endurskoðast, dagførast og tillagast í mun til veruliga tørvin á ljóðbókum og í mun til tøkniligu menningina og tann altjóðagjørda veruleikan, vit liva í í dag. Neyðugar avtalur og sáttmálar, sum skulu leggja støðið undir framhaldandi ljóðbókaarbeiðnum, mugu eisini samráðast uppá pláss við samstarvspartar. Hol er sett á tær fyrstu samráðingarnar, men enn mangla ítøkilig úrslit av hesum samráðingum, tí rættarliga grundarlagið er so óvist og ógreitt. 36 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 5.2 Ivaspurningar at fáa greiðu á Eingin ivi er um, at ein arbeiðsbólkur má verða settur sum skjótast við umboðum, sum hava førleika til svara teimum ivaspurningum, sum verða settir í hesum skrivi, og at talan má vera um fólk, sum hava heimild til at taka avgerðir á økinum. í álitinum frá 2015 um ljóð- og e-bøkur vóru fylgjandi fýra høvuðsspurningar settir: -  Hvørjar tænastur skal landið veita, tá tað snýr seg um ljóðbøkur og e-bøkur? -  Hvussu skulu hesar tænastur skipast? -  Hvørjir rættarligir spurningar eru í sambandi við hesar tænastur? -  Hvørjir tøkniligir spurningar eru í sambandi við hesar tænastur? álitið svaraði ikki øllum spurningunum til fulnar og reisti tí nógvar aðrar spurningar, sum arbeiðsbólkurin má taka støðu til, áðrenn til ber at koma til eina endaliga niðurstøðu um framtíðina hjá ljóðbókum í Føroyum m.a. hesar spurningarnar: 5.2.1 Ljóðbókatænastan partur av Landsbókasavninum hvørjar eru avleiðingar fyri tænasturnar?: Ljóðbókatænastan er vorðin partur av Landsbókasavninum og hevur til uppgávu at virka sum serbókasavn, ið m.a. skal læna út ljóðbøkur á netinum. Men tað eru ikki bara fólk við serligum tørvi, sum hava brúk fyri eini netmiðlatænastu til ljóðbøkur. Eisini bókasavnsbrúkarar sum heild, tvs. almenningurin spyr eftir einum slíkum. Eingin ivi er um, at almenningurin hevur tørv á ljóðbókum, og at hesin tørvur ikki verður nøktaður av marknaðinum, sum er. Nú Ljóðbókatænastan er deild undir Landsbókasavninum, hvørjar eru avleiðingarnar fyri upprunaendamálið hjá tænastuni, sum jú var at framleiða ljóðbøkur fyrst og fremst til fólk við serligum tørvi? Hvussu og í hvønn mun skal Ljóðbókatænastan tæna almenninginum? 5.2.2 Frá privat til alment hvussu er nú við inntøkugevandi virksemi?: Hvat merkir tað fyri virksemið hjá Ljóðbókatænastuni, at tænastan, sum áður virkaði sum privat forlag, nú er løgd undir Landsbókasavnið, sum er almennur stovnur? Kann Ljóðbókatænastan t.d. selja framleiddar ljóðbøkur á fløgu til Bókamiðsøluna, eins og gjørt hevur verið øll árini, áðrenn tænastan varð løgd undir Landsbókasavnið? Kann Ljóðbókatænastan hava inntøkugevandi virksemi sum almennur stovnur (so leingi talan ikki er beinleiðis um vinning)? Eigur hetta virksemið ikki at vera tilskilað í fíggjarlógini? Er tað rætt, at ein almennur stovnur framleiðir ljóðbøkur til sølu? Skal ein almennur stovnur kappast við privat bókaforløg um sølu av ljóðbókum? 5.2.3 Netmiðlapallur fyri ljóðbøkur skal tað verða ein savnandi felags miðlapallur? Hvør fíggjar?: Skulu vit í Føroyum hava fleiri miðlapallar, sum miðla ljóðbøkur t.d. partvíst á privatum heimasíðum t.d. hjá bókaforløgunum ella hjá bókahandlarum, har tær kunnu fáast til sølu, umframt á heimasíðuni hjá Landsbókasavninum, har tær bara kunnu lánast? Ella skulu allar ljóðbøkur miðlast á einum savnandi netmiðlapalli? 37 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 Hvør kann / skal taka støðu til, um ljóðbókamiðlanin til ymiskar bólkar ella við ymiskum endamáli skal samantvinnast ella ikki? Kunnu / vilja bókaforløg (tað privata) samstarva við Ljóðbókatænastuna / Landsbókasavnið (tað almenna) um ein felags netmiðlapall fyri ljóðbøkur? Loysir tað seg fíggjarliga fyri báðar partarnar at gera tað? Skal Landsbókasavnið einsamalt fíggja menningina av einum slíkum felags palli ella kann onnur fígging fáast til vega eisini? Frá hvørjum? 5.2.4 Skal møguleiki verða bæði fyri útláni og sølu av ljóðbókum á netmiðlapallinum?: Um so er, at semja fæst um ein savnandi netmiðlapall fyri ljóðbøkur, skal pallurin umframt at lána bøkur út, geva brúkarunum møguleika fyri eisini at keypa e- og ljóðbøkur? Tvs. skulu brúkararnir (sjálvsagt eftir avtalu og í samstarvi við bókaforløgini) fáa møguleika fyri at velja antin at lána ella keypa ljóðbøkur, eins og fólk t.d. kunnu bæði leiga og keypa filmar á iTunes? Og um so er, ber hetta til tøkniliga? á hvønn hátt verða áhugamálini hjá øllum pørtum møtt hjá Landsbókasavninum, bókaforløgum, rithøvundum og ljóðbókabrúkum? Hvussu skal sølan skipast, so fyrilit verður tikið fyri vinnuligu áhugamálunum hjá bókaforløgunum í hesum høpi? 5.2.5 MVG-skylda - skal MVG-skylda vera á ljóðbókum ella ikki?: Skulu ljóðbøkur roknast sum útgávur av prentaðum bókum, sum jú eru frátiknar MVG-skyldu? Ella skulu tær roknast sum ein vøra fyri seg, sum er MVG-skyldig? Hví gera mun á prentaðum bókum og ljóðbókum? Hetta gongur mest út yvir tey lesiveiku. Er tað í lagi? 5.2.6 Tøkniligar avbjóðingar hvør tøknilig loysn er tann besta?: Hvørji minstukrøv eiga at verða sett til ein miðlapall / útlánsskipan á netinum til ljóðbøkur? Hvør kann taka støðu til, hvørjar funkur eru tær røttu? Skulu føroyskir ljóðbókabrúkarar hava atgongd til føroyskar ljóðbøkur umvegis eina appu á føroyskum máli á snildfon /teldli? Skal miðlapallurin verða bæði á heimasíðu og á eini appu? Hvør skipan hevur flest tøkniligar og fíggjarligar fyrimunir? Um ráðini ikki verða til bæði heimasíðu og appu, hvat skal so raðfestast fremst? Hvør kann taka støðu til tøkniligu (og fíggjarligu) avbjóðingarnar í uppskotinum, lýst í parti 3.6 í hesi frágreiðingini, sum nú er latin Mentamálaráðnum og Almannamálaráðnum, um eina ítøkiliga ætlan fyri, hvat ein føroyskur netmiðlapallur fyri ljóðbøkur skal kunna og taka støðu til, um funkurnar í uppskotinum eru gjørligar at fremja tøkniliga? Ber tað t.d. til tøkniliga at leggja funkurnar saman á ein miðlapall og samantvinna ávikavist eina útlánsskipan hjá Landsbókasavninum og eina skipan, sum selur ljóðbøkur fyri bókaforløgini? Ber til tøkniliga at tengja útlánsskipanina aftrat bókasavnsskipanini hjá Landsbókasavninum? Hvør skal menna miðlapallin (ella tann partin av miðlapallinum, sum vit ikki kunnu fáa tøkniligar loysnir til á annan hátt)? 38 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 5.2.7 Samráðingarrættur hvør hevur hann? Og hvat skal samráðast um?: Hvør skal orða og samráðast um samstarvsavtalur og sáttmálar millum áhugapartarnar á ljóðbókaøkinum í Føroyum? Er tað fyrisitingarfólkið í Ljóðbókatænastuni, landsbókavørðurin ella kanska eitt umboð innan løgfrøði á Mentamálaráðnum? (Aðrastaðni eru tað altíð fólk, sum eru serkøn innan løgfrøðiliga økið). Hevur fyrisitingarfólkið í Ljóðbókatænastuni heimild til at samráðast um hesar sáttmálar og avtalur? Hvør kann / skal taka støðu til, um rættindini til útgávu skulu fevna um bæði prentaðar bøkur og ljóðbøkur? Ella um hesi rættindi skulu viðgerast og samráðast um hvør fyri seg? Um Landsbókasavnið miðlar allar ljóðbøkurnar og lænir tær út á netinum til almenningin sum heild, hvørjar útlánstreytir mugu partarnir semjast um? Skulu bókaforløgini hava gjald fyri hvørt útlánið (klipp)? Hvat skal taksturin fyri hvørt klippið vera? Hvørjar treytir skulu annars galda? T.d. skal eitt ovara mark vera fyri útlán til hvønn einstakan lánara? Og hvar skal ovara markið setast? Hvør hevur heimild at taka avgerð um, hvørjar treytir skulu galda, um talgildar ljóðbókaupptøkur, ið Ljóðbókatænastan hevur framleitt, t.d. skulu latast bókaforløgum at selja ella útvarpsrásum at senda? 5.2.8 Upphavsrættur / miðlanarrættur hvør hevur rætt til hvat?: Hvørji upphavsrættarviðurskifti eru viðkomandi fyri ljóðbøkur / ljóðupptøkur? Hvat sigur lóggávan um, hvat hvør hevur rættindi til, tá ljóðtilfar skal miðlast til almenningin? Og hvussu verður hædd tikin fyri rættindunum hjá teim ymisku? Hvør skal hava ognarrættin til talgildu ljóðupptøkurnar, sum eru framleiddar í Ljóðbókatænastuni t.d. um eitt bókaforlag eigur rættindini til at geva út prentaðu bókina og/ella ljóðbókina? Hvørjar 39 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 treytir skulu fylgja við, um talgildar ljóðupptøkur, sum Ljóðbókatænastan hevur framleitt, verða latnar samstarvspørtum at útvarpa ella selja? Hvat gera grannalondini? Hvussu hava tey skipað løgfrøðiliga grundarlagið undir ljóðbókaarbeiðnum? Hvat byggja teirra avtalur, t.d. við bókaforløgini, á? 5.2.9 Framleiðsla - ábyrgdarbýtið millum privat og alment, umframt framleiðslukostnaður: Fyri sum best at tryggja, at so nógvar ljóðbøkur koma út sum gjørligt í Føroyum framyvir til gagns fyri flest møguligar brúkarar, skulu tað almenna og tað privata samstarva um ljóðbókaframleiðslu? Um so er, hvussu skal ábyrgdarbýtið vera millum tað privata og tað almenna? Hvør skal framleiða og geva hvat út? Um tað privata og tað almenna ikki samstarva og ábyrgdin av ljóðbókaútgávu verður latin einans bókaforløgunum, hvønn leiklut skal Ljóðbókatænastan so spæla? Ljóðbókatænastan hevur skyldu til at framleiða ljóðbøkur til fólk við serligum tørvi og at rinda kostnaðin av tí, men hvussu er, tá almenningurin sum heild eisini fegin vil hava atgongd til hesar ljóðbøkur? Skal Ljóðbókatænastan rinda allan framleiðslukostnaðin tá? Ella skulu bókaforløgini eisini rinda nakað? Skulu tey gjalda fullan prís fyri framleiðsluna ella bara part av henni? Hvussu nógv? Eftir hvørjum leisti skal prísurin ásetast? í hvussu stóran mun skal Ljóðbókatænastan rinda útreiðslur til framleiðslu og harvið stuðla bókaforløgunum í at geva út ljóðbøkur? Hvat um bókaforløgini ikki ynskja at gjalda fyri framleiðsluna av ávísum ljóðbókum, sum t.d. bara eru eftirspurdar av einum minniluta? Skal ljóðbókin so ikki framleiðast? Ella skal hon framleiðast einans til tey, sum hava serligan tørv, har eingin annar fær atgongd til ljóðbókina? Um bókaforløgini ikki framleiða eftirspurdar bøkur sum ljóðbøkur og Ljóðbókatænastan tí má átaka sær hetta er tað so rætt, at almenningurin (tvs. onnur enn tey við serligum tørvi, sum hava serrættindi) ikki fáa atgongd til hesar ljóðbøkur? 40 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 5.2.10 Framleiðsla og miðlan av ljóðbókum til fólk við serligum tørvi hvussu verður tað gjørt best?: á hvønn hátt skal Ljóðbókatænastan / Landsbókasavnið miðla ljóðbøkur til fólk við serligum tørvi? Ber til at samantvinna miðlanina bæði til fólk við serligum tørvi og til almenningin sum heild? Um so er, at miðlanin verður savnað eitt stað: Hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir við at samantvinna miðlanina av ljóðbókum til fólk við serligum tørvi og miðlanina til almenningin sum heild? Ber til fíggjarliga at lata fólk við serligum tørvi fáa óavmarkaða ókeypis atgongd til føroyskar ljóðbøkur á einum framtíðar talgildum miðlapalli, har almenningurin annars hevur avmarkaða atgongd? Bókasøvnini skulu jú rinda bókaforløgunum fyri hvørt útlánið, so tað kann gerast kostnaðarmikið, um einki ovara mark fyri útláni er og nógvar bøkur verða læntar. í londum kring okkum nøkta ljóðbókatænasturnar serstakar tørvir á ljóðtilfari hjá einstaklingum so hvørt, tvs. tær framleiða ávíst ljóðtilfar beinanvegin, sum hesir einstaklingar hava fyri neyðini og spyrja eftir. Hetta hevur verið gjørt í ávísan mun í Føroyum, men tað er sera kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi, og tað órógvar aðra framleiðslu. Men hava fólk við serligum tørvi ikki rætt til hesa tænastu? Hvør tekur um endan her, um Ljóðbókatænastan ikki megnar at nøkta henda tørv innan fíggjarkarmarnar? 5.2.11 Góðskutrygging hvør skal tryggja góðskuna á føroyskum ljóðbókum sum heild?: Fólk við serligum tørvi mugu hava ljóðbøkur í ávísum formati í høgari ljóðgóðsku og við góðum upplesarum fyri at fáa sum best burturúr. Kann / skal Ljóðbókatænastan onkursvegna vera við til at tryggja, at allar bøkur, sum mest treingjandi málbólkurin hevur tørv á, verða innlisnar í hóskandi formati og góðsku eisini hóast onnur enn Ljóðbókatænastan framleiða og geva tær út? Hvussu skal tað fremjast í verki, um so er? 5.2.12 Skúlabøkur hvar skal høvuðsábyrgdin liggja?: Hvør skal hava høvuðsábyrgdina av at framleiða skúlabøkur til ljóðbøkur? Eigur ábyrgdin fyri framleiðslu av undirvísingartilfari at liggja hjá Ljóðbókatænastuni, sum sbrt. lógini fyrst og fremst hevur blind, sjónveik, orðblind o.o. við breki sum heild sum málbólk? Um so er, at Ljóðbókatænastan skal taka sær av skúlabókum og undirvísingartilfari, hvussu verður tryggjað, at tørvurin á øðrum bókum annars verður nøktaður? Er tað í lagi, at øll onnur framleiðsla verður sett til viks, tá skúlabøkur skulu framleiðast til ljóðbøkur? Hvussu verður pláss gjørt til at framleiða bæði skúlabøkur og aðrar bøkur? Um so er, Ljóðbókatænastan framhaldandi skal framleiða skúlabøkur, hvussu skal samstarvið millum NáM og Ljóðbókatænastuna skipast framyvir? Hvussu skulu fíggjarviðurskiftini millum partarnar nágreint vera? Hvør av pørtunum rindar hvørjar útreiðslur, tá skúlabøkur o.a. undirvísingartilfar skal framleiðast til ljóðbøkur? Av hvørjari játtan skulu pengarnir fara? 5.2.13 Ljóðbøkur á fløgum hvussu leingi skal haldast fast við ein miðil, ið er um at vera útgingin?: Hvussu leingi skal Ljóðbókatænastan blíva við at framleiða ljóðbøkur á fløgum? Nær kann tað sigast at vera forsvarligt at halda uppat við hesi framleiðslu? 41 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 5.3 Samandráttur At enda er her ein samandráttur av størstu avbjóðingunum innan ljóðbókaøkið og eitt tilmæli um, hvat í minsta lagi eigur at verða gjørt í næstum, fyri at ljóðbókaarbeiðið kann koma víðari. 5.3. 1 Avbjóðingar: 1. at ljóðbókaformatið (fløgur), sum verður nýtt í løtuni, ikki er tíðarhóskandi 2. at fólk við serligum tørvi (og ljóðbókabrúkarar sum heild) ikki fáa atgongd til allar tær ljóðbøkur, teimum tørvar, á teimum miðlapallum tey ferðast á 3. at játtanin er ov lítil í mun til tørvin á ljóðbókum og í mun til málið um at koma upp á at framleiða 25% av øllum bókum, ið koma út um árið, sum ljóðbøkur 4. at føroyskar ljóðbøkur fáa harða kapping frá umfatandi útlendskum tilboðum um lætt atkomuligar ljóðbøkur 5. at kravið frá almenninginum um ein talgildan netmiðlapall til føroyskar ljóðbøkur veksur alsamt, men einki verður gjørt av álvara fyri at møta kravinum, tí ráðini ikki eru til tað 6. at rættarliga grundarlagið undir ljóðbókaarbeiðnum ikki er dagført, umframt at tað er sera ógreitt 7. at neyðugar avtalur og sáttmálar mangla, sum ljóðbókaarbeiðið skal byggja á 8. at Ljóðbókatænastan hevur virkað sum privat forlag, men er nú løgd undir almennan stovn og tí sbrt. lóg ikki eigur at hava inntøkufíggjað virksemi, uttan so hetta er tilskilað í fíggjarlógini (sum tað ikki er) 9. at ljóðbøkur ikki standa positivt nevndar sum frítiknar fyri MVG, hóast prentaðar bøkur eru tað, og at fólk við serligum tørvi tí skulu gjalda meira fyri bøkurnar enn onnur 10. at tað er torført at fáa tíð til eina effektiva framleiðslu av ljóðbókum, samstundis sum alt annað arbeiði skal gerast, tá eingin tøkningur er settur í Ljóðbókatænastuni 11. at KT-serfrøði innan talgilda miðlan av e- og ljóðbókum manglar á Landsbókasavninum 42 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 5.3.2 Tilmæli: 1. at Mentamálaráðið saman við Landsbókasavninum sum skjótast setur ein arbeiðsbólk, ið skal taka støðu til settu spurningarnar í hesum skrivi og orða eina neyva ætlan fyri ljóðbókaøkið, umframt setur ein verkætlanarleiðara, ið skal greina rættarligu, fíggjarligu og tøkniligu ivamálini í hesum sambandi. í ætlanini má nágreiniliga tilskilast, hvønn leiklut føroyskar ljóðbøkur skulu hava í Føroyum, hvussu ljóðbókaarbeiðið skal skipast framyvir, og hvussu nógv fígging skal til 2. at Mentamálaráðið tekur avgerð um, um Ljóðbókatænastan framvegis skal framleiða skúlabøkur og undirvísingartilfar til NáM, ella um NáM skal yvirtaka hesa ljóðbókaframleiðsluna, so hon ikki darvar aðra ljóðbókaframleiðslu hjá Ljóðbókatænastuni umframt at Mentamálaráðið tekur støðu til fíggingarleistin fyri hetta økið 3. at størri játtan verður sett av til Ljóðbókatænastuna, so til ber at framleiða í minsta lagi 25 % av føroyskum bókum, sum koma út um árið, til ljóðbøkur (tvs. uml. 50 ljóðbøkur a 20.000-25.000 kr., ið tilsamans kosta millum 1,0 - 1,25 mió. kr. at framleiða) 4. at allir áhugapartar taka greiða støðu til, um miðlan av føroyskum ljóðbókum skal savnast og samantvinnast undir einum í Føroyum ella ikki 5. at ein talgildur miðlapallur, sum í øllum førum ger tað møguligt at lána føroyskar ljóðbøkur á netinum, verður verksettur sum skjótast, saman við arbeiðnum at talgilda tær ljóðbøkur, ið longu eru komnar út herundir at eitt professionelt KT-fólk verður sett til at reka og supportera pallin tøkniliga 6. at lógir og øll løgfrøðilig viðurskifti viðkomandi fyri útgávu og miðlan av ljóðbókum verða endurskoðað og mett í mun til dagsins veruleika, og at politiski myndugleikin tekur ábyrgd av at gera púra greitt, hvørji rættarviðurskifti skulu galda framyvir fyri ljóðbókaøkið 43 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 7. at tað verður gjørt púra greitt, hvørt Ljóðbókatænastan framvegis skal virka sum forlag við rætti til at framleiða, geva út og selja ljóðbøkur. Ella um aðrar treytir skulu galda fyri Ljóðbókatænastuna, nú tænastan er løgd undir Landsbókasavnið, sum er almennur stovnur 8. at allar neyðugar avtalur og sáttmálar av týdningi fyri samstarvið millum Ljóðbókatænastuna og samstarvspartarnar sum skjótast koma uppá pláss. T.d. við at umboð frá Mentamálaráðnum og Landsbókasavninum átaka sær at samráðast um avtalur við bókaforløg, o.a. partar, soleiðis at eitt greitt grundarlag verður at byggja ljóðbókaarbeiðið á. Serliga átrokandi er at fáa avtalur uppá pláss við bókaforløgini, soleiðis at ljóðbøkurnar ótarnaðar kunnu koma út á talgilda miðlapallin hjá Landsbókasavninum, so skjótt sum hann er klárur 9. at ljóðbøkur beinanvegin koma á listan yvir vørur frítiknar fyri MVG eins og prentaðar bøkur eru tað 10. at ein parttíðar tøkningur verður settur aftrat fyrisitingarfólkinum, sum kann arbeiða burturav við framleiðslu tvs. standa fyri upptøkum og klipping og syrgja fyri, at tøknin er í lagi, so fyrisitingarfólkið fær tíð til at taka sær av tíðarkrevjandi fyrisitingarliga arbeiðnum so sum at taka sær av avtalum og rættindaviðurskiftum, ritstjórna og reka virksemið á talgilda miðlapallinum hjá Landsbókasavninum, taka sær av miðlan og marknaðarføring, leggja ætlanir saman við Ljóðbókanevndini, samskifta við teir mongu samstarvspartarnar hjá Ljóðbókatænastuni, finna upplesarar og avtala tíðir til upptøku, syrgja fyri samsýningum til upplesarar o.o. umframt mangt annað 11. at ein umhugsað strategi av marknaðarføring av ljóðbókum verður gjørd í felag við áhugapartar, ið m.a. fevnir um ætlanir fyri marknaðarføring av appu og heimasíðu. 44 Viðmerkingar: Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 45 Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019 46