MÁLMØRK Álit um almennan málpolitikk Málstevnunevndin Mentamálaráðið 2007 2 (c) Mentamálaráðið 2007 Málstevnunevndin læt úr hondum 18. desember 2007 3 INNIHALD Yvirskipaði málpolitikkurin 7 Formæli 9 I Hví almennan málpolitikk? 1. Hvussu ynskið um almennan málpolitikk kom í 2. Rætturin til mál 3. Politiski viljin 4. Arbeiðssetningurin hjá Málstevnunevndini 5. Hugtakið málpolitikkur skilgreinað 11 11 16 16 16 17 II Yvirskipaða endamálið við málpolitikkinum 1. Rættindi borgarans og skylda landsins 18 18 III Málpolitisk amboð Málnevndin og Málstovan Málpolitisk amboð - tilmæli 21 21 25 IV Uppaling og undirvísing 1. Inngangur 2. Dagstovnaøkið Dagstovnaøkið - tilmæli 3. Undirvísingarøkið a. Fólkaskúlin Fólkaskúlin - tilmæli b. Miðnámsskúlin Miðnámsskúlin - tilmæli c. Hægri útbúgvingar og gransking Hægri útbúgvingar og gransking - tilmæli d. Undirvísingarmiðlar Undirvísingarmiðlar - tilmæli e. Eftirmeting og hagtøl 26 26 31 35 36 36 44 45 49 50 55 56 58 59 V Fyrisitingarøkið 1. Tvinnanda sløg av uppgávum 2. Kunnandi parturin 3. Lógarsmíðið 4. Yvirskipaður málpolitikkur Fyrisitingarøkið - tilmæli 65 66 66 68 70 72 VI Fjølmiðlaøkið 1. Almenn krøv og tænastuskylda 2. Ávirkan fjølmiðla á málið 3. Veikt yrkisligt og málsligt grundarlag 4. Tiltøk kosta 73 73 74 75 77 4 5. Fjølmiðlar málpolitiskan týdning 6. Hvat halda fjølmiðlarnir sjálvir um málsligu støðuna? Fjølmiðlaøkið - tilmæli 79 80 81 VII Vinna, arbeiðsmarknaður og mentan 1. Vinna og arbeiðsmarknaður Vinna og arbeiðsmarknaður - tilmæli 2. Mentanarlív og -virki Mentanarlív og -virki - tilmæli 82 82 87 88 97 VIII Málpolitikkur í øðrum londum 1. Norðurlendskur málpolitikkur 2. Málpolitikkur í Evropa og aðrastaðni 3. Málverndarlógir og minnilutamál 98 98 103 104 Tilmæli og kostnaðarmetingar 107 5 Yvirskipaði málpolitikkurin ENDAMÁLIÐ við almenna yvirskipaða málpolitikkinum er at tryggja og menna støðið undir føroyskum máli. FØROYSKT er almenna málið í Føroyum, og tað er tjóðarmál føroyinga. YVIRSKIPAÐI MÁLPOLITIKKURIN skal tryggja øllum borgarum rættin til mál, t.e. rættin til tjóðarmál, móðurmál og fremmandamál, herundir eisini rættin til teknmál. YVIRSKIPAÐA ENDAMÁLIÐ við málpolitikkinum er at tryggja føroyskum máli støðu sum fullkomnum og samfelagsbærum máli á øllum økjum í samfelagnum. Tað merkir, at føroyskt eisini í framtíðini skal kunna verða nýtt í øllum samfelagsviðurskiftum, og at valið sjálvsagt skal falla á føroyskt, har tað ikki er neyðugt at nýta fremmandamál. Til tess at røkka hesum máli er týdningarmikið at menna og dagføra tíðarhóskandi føroysk yrkorð, sum eru atkomulig hjá øllum yrkisgreinum. -oSTØÐIÐ undir hesum arbeiði verður lagt við styrktari og útbygdari málstovu og við málnevnd, sum skal virka sambært dagførdari løgtingslóg. SKÚLI OG UPPALING eru akkersfesti hjá føroyskum máli. Við miðvísum arbeiði og greiðum virkisætlanum verður frálæran í føroyskum styrkt í øllum skúlaverkinum. Longu í barnagarði og forskúla verður málið lívgað og ment. Tí skulu tættir, ið víkja at hesum evnum, vera partur av øllum lærara- og námsfrøðiútbúgvingum, sum verða nýttar her á landi. ALMENNA FYRISITINGIN orðar felags málstevnu við samtyktum og leiðreglum um málnýtslu. FJØLMIÐLANNA LEIKLUTUR í málsligu menningini er víðfevndur. Týdningarmikið er at styrkja málsliga medvit og førleika teirra, ið starvast í fjølmiðlunum. Umráðandi er at útbúgva fjølmiðlafólk okkara í føroyskum viðurskiftum, í mentan og í máli. -oLagt verður upp fyri ásetingunum í tí almenna yvirskipaða málpolitikkinum, tá ið politiskar raðfestingar verða gjørdar á mentanarøkinum eins væl og á øðrum økjum í samfelagnum. 6 7 Formæli "Við støði í heildarlýsing av støðuni hjá føroyska málinum skal Málstevnunevndin gera eitt uppskot til almennan málpolitikk." Soleiðis byrjar tann setningur, ið Málstevnunevndin fekk, tá ið hon fór til verka á vári 2006. Hetta til lítar at gera eina heildarlýsing av støðuni hjá føroyskum máli er heilt víst uppgáva, sum krevur longri tíð, størri arbeiðsorku og betri hagtalatilfar, enn nevndin hevur havt. Lýsingin skal eins og uttan iva allar lýsingar av hesum slagi verða lisin við tí í huga. Henda frágreiðing er í stóran mun grundað á samrøður, sum formaður og skrivari hava havt við fólk, ið sita í leiðandi størvum á teimum økjunum, ið lýst verða. Í øðrum lagi byggir hon á tilfar, ið skrivað er um evnið og í triðja lagi á tey íkøst, sum nevndarlimir hava borið fram, meðan nevndin hevur arbeitt. Styrkin í hesum er, at avvarðandi ábyrgdarpersónar sleppa sjálvir at orða seg um tann stovn ella tað øki, teir varða av, og málkøn við servitan hvørt á sínum øki fáa á nevndarfundum høvi til at viðgera tær útgreiningar, ið fram eru lagdar. Veikleikin er, at spurningur kann verða settur, um ábyrgdarpersónar lýsa støðuna, sum hon veruliga er, ella um teir royna at lýsa støðuna, sum teir kundu hugsað sær hana. Ein annar veikleiki er, at føroyskt mál er lítið granskað, og ógvuliga fá hagtøl eru. Ein triði veikleiki er, at spurt kann verða, um limirnir í Málstevnunevndini í nóg stóran mun umboða eina breidd, tá ið hugsað verður um at umrøða støðu málsins í øllum samfelagsliðum. Nevndin hevur verið varug við hesar spurningar, meðan álitið er skrivað. Fyrstu nevndarfundirnir vórðu nýttir til at umrøða og viðgera sjálvan arbeiðssetningin og meta um, hvussu nevndararbeiðið skuldi verða skipað. Nevndin tók tíðliga avgerð um at býta arbeiðið sundur í fýra høvuðsøki. Tey vóru: uppaling og undirvísing, fjølmiðlar, almenn fyrisiting og mentan annars, her uppií vinna, arbeiðsmarknaður, mentan og frítíð. Nevndin skipaði seg við fýra arbeiðsbólkum, einum fyri hvørt høvuðsøki. Hvør nevndarlimur hevur verið við í tveimum av arbeiðsbólkunum, sum hava viðgjørt støðuna hjá málinum á viðkomandi økjum. Bólkarnir hava lýst støðuna og eru síðan komnir við tilmælum. Formaður og skrivari hava út frá hesum tilfari skrivað partarnar í frágreiðingini, sum síðan eru sendir øllum nevndarlimum og viðgjørdir á felags nevndarfundum. Skrivarin hevur, so hvørt sum partarnir eru viðgjørdir, broytt orðingar eftir tørvi og lagt tilfar afturat. Øll frágreiðingin er so viðgjørd í heild. Uppskotið til almennan málpolitikk byggir fyrst og fremst á heildarlýsingina av støðu málsins, umframt á ta umrøðu og tey tilmæli, sum málstevnunevndir hava gjørt í grannalondum okkara seinastu 5-6 árini. Ein nevnd, sum verður sett at útgreina ávíst mál, skal hvørki vera partapolitisk ella politisk hugsjónarliga. Men tá ið ein nevnd verður biðin um at gera uppskot til almennan málpolitikk, slepst ikki undan, at komið verður inn á støðu málsins í politiskum ljósi. 8 Málstevnunevndin er ikki óvæntað komin til ta niðurstøðu, at evsta lógargrein málinum viðvíkjandi er 11. grein í heimastýrislógini, kunngjørd 31. mars 1948. Í henni verður føroyskt nevnt "høvuðsmál", men lagt verður afturat, at danskt skal verða lært væl og virðiliga og skal í øllum viðurskiftum kunna verða nýtt á jøvnum føti við føroyskt. Henda frágreiðing viðger tískil bara tey málsøki, sum heimastýrið umsitur. Ávís málnýtsluøki verða sum skilst ikki viðgjørd her, t.d. Føroya rættur, fútaembætið og løgreglumál. Víst verður tó á, at teir tankar og tey sjónarmið, sum førd verða fram í fyrisitingarpartinum í hesi frágreiðing, eins væl kundu verið galdandi fyri ríkisfyrisitingina í Føroyum. Nevnda orðing í heimastýrislógini, sum víkur at donskum og føroyskum, tykist vera eindømi, tá ið um viðurskifti millum mál er at røða, og javnsetur, tá ið samanum kemur, føroyskt og danskt í Føroyum, og hon hevur higartil forðað fyri, at føroyskt verður viðurkent sum tjóðarmál (nationalsprog, national language), seinast í 1999, tá ið danska stjórnin legði fyri fólkatingið "Forslag til folketingsbeslutning om Danmarks ratifikation af den europæiske pagt om regionale sprog eller mindretalssprog af 5. november 1992." Sambært uppskotinum verður føroyskt mett sum eitt landspartamál - regionalsprog - í danska ríkinum. Grundlógarnevnd varð skipað í Føroyum í 1999. Seinni varð nevndin umskipað til Stjórnarskipanarnevnd, sum í 2006 læt frá sær Uppskot til stjórnarskipan Føroya. Í hesum uppskoti verður við ongum fyrivarni staðfest, at føroyskt er almenna málið í Føroyum. Hetta uppskotið varð lagt fyri løgtingið á vári 2007, men ikki viðgjørt fyri tinglok - tað datt sostatt burtur. Málstevnunevndin mælir í fyrsta lagi til, at føroyskt er almenna málið í Føroyum og tjóðarmál føroyinga. Hini tilmælini í hesi frágreiðing verða nevnd, so hvørt sum tey ymsu málnýtsluøkini verða lýst og viðgjørd. Tórshavn 18. desember 2007 Árni Dahl formaður John Dalsgarð skrivari Ann Ellefsen Hanna Jensen Sólvá Jónsdóttir Jonhard Mikkelsen Katrin Næs Jóhan Hendrik W. Poulsen Eivind Weyhe 9 I. Hví almennan málpolitikk? 1. Hvussu ynskið um almennan málpolitikk kom í Í 2003 tóku Føroyska málnevndin og Móðurmálslærarafelag Føroya stig til at fara undir at fyrireika málráðstevnu í Føroyum. Á ráðstevnuni var ætlanin at viðgera støðuna hjá føroyskum máli í samfelagnum, har eitt av endamálunum var at fáa í lag kjak um spurningin, hvørt vit áttu at fara undir at orða ein almennan føroyskan málpolitikk. Hugskotið at skipa fyri almennari málráðstevnu kom í eina mest tí norðurlendska málsamstarvinum fyri at takka. Í mong ár høvdu umboð fyri føroysku málnevndina verið virkin í norðurlendskum málsamstarvi, har spurningurin um støðuna hjá norðurlandamálum í alheimsgerðini javnan var til viðgerðar. Úrslitið var, at vælvitjað málráðstevna varð hildin í Norðurlandahúsinum 19. mars 2004. Undan ráðstevnuni varð ymiskt av málsligum týdningi havt til umrøðu í føroysku bløðunum. Longu 9. februar 2004 var grein í Dimmalætting, sum umrøddi kanning, ið bendi á, at tað stóð illa til við rættskrivingini hjá næmingum í miðnámsskúlunum í Føroyum. Kanningin styrkti vanligu fatanina millum manna, at føroyski ungdómurin hevði ikki nóg góðan førleika í móðurmálinum, og at sjónligasta vandamálið var, at hann dugdi ikki nóg væl at stava og at málbera seg skrivliga á móðurmálinum. Hesi viðurskifti vóru beinleiðis orsøk til, at Torbjørn Jacobsen løgtingsmaður 4. mars 2004 legði uppskot til samtyktar fyri tingið um at orða ein almennan málpolitikk. Í viðmerkingunum til uppskotið segði tingmaðurin m.a.: "Nakað av orðaskifti hevur í seinastuni verið um støðuna hjá føroyska málinum. Hetta kom í, eftir at ein kanning prógvaði, at standurin viðvíkjandi rættstaving hjá føroyskum skúlabørnum og ungdómum er út av lagi ringur." Uppskotið hjá løgtingsmanninum um almennan málpolitikk var orðað soleiðis: Heitt verður á landsstýrið um at seta niður eina nevnd av málkønum fólki at skriva eina frágreiðing um støðuna hjá føroyska málinum. Frágreiðingin verður síðani løgd fram til aðalorðaskiftis á Løgtingi soleiðis, at landsstýrið burtur úr hesum kann skipa ein almennan málpolitikk. Málið varð viðgjørt í mentanarnevnd løgtingsins, har ein samd nevnd tók undir við uppskotinum við broyttum orðaljóði. Undir 2. viðgerð 28. apríl 2004 samtykti tingið við 26 atkvøðum fyri og ongari ímóti soljóðandi broytingaruppskot: "Heitt verður á landsstýrið um at seta niður eina nevnd av málkønum fólki at skriva eina frágreiðing um støðuna hjá føroyskum máli, sum kann verða grundarlag fyri eini viðgerð í tinginum og møguligari politiskari støðutakan til ein almennan málpolitikk." Í viðmerkingunum til uppskotið verður gjørt vart við, at líkar kanningar og frágreiðingar eru gjørdar í grannalondum okkara, og sum dømi verður nevnt, at danski mentamálaráðharrin fyri stuttum læt Fólkatinginum eina frágreiðing um støðuna hjá danska málinum. Somuleiðis verður sagt í viðmerkingunum, at landsstýrismaðurin við mentamálum eigur at skriva settu nevndini ein bundnan setning, ið leggur upp fyri øllum teimum ávirkanum, ið kunnu vera 10 orsøk til, at støðan á hesum øki stendur við og versnar, hóast alsamt meiri tíð verður nýtt til frálæru í føroyskum í skúlunum. a. Málstøða (status) og málrøkt Kjarnin í spurninginum um almennan málpolitikk er, við tí, ið oman fyri er nevnt, í huga, samansettur av tveimum høvuðspørtum, sum eru tætt knýttir hvør at øðrum: 1) støða málsins í mun til onnur mál, og í mun til tað, sum vit alment kundu hugsað okkum ella roknað við, at støðan átti at ella kundi verið, 2) málrøkt, sum harumframt fevnir um føroyskt í øllum sínum brigdum, t.d. tey ymsu málførini, umframt talað mál í mun til skriftmál. Sum skilst ber til at knýta spurningarnar aftur at einum vali, og tað er hetta val, sum alla tíðina ger vart við seg, sama hvør støða verður tikin, um vit seta tiltøk í verk, ella vit bert lata standa til og einki gera. Mælt verður tí til, at endamálið við almenna málpolitikkinum skal vera at styrkja støðuna hjá føroyskum í mun til onnur mál soleiðis, at føroyskt eisini í framtíðini verður eitt fullkomið og samfelagsbært mál á øllum økjum.1 Endamálið við hesi frágreiðing er at lýsa tey viðurskifti kring føroyska málið, sum hava týdning fyri, at tann almenni málpolitikkurin kann verða settur í verk á skipaðan hátt. Endamálið er harumframt at vísa á møguleikar at raðfesta tiltøk og fyriskipanir, sum hava týdning fyri tilgongdina at styrkja støðu málsins. Málstevnunevndin skal í hesum sambandi gera eina heildarlýsing av støðuni hjá føroyskum máli. Nevndin hevur í arbeiði sínum gjørt av at býta føroyska málsamfelagið sundur í fýra høvuðsøki: 1) uppaling og undirvísing, 2) almenn fyrisiting, 3) fjølmiðlar og 4) vinna, arbeiðsmarknaður og mentan. Fyrstu trý økini greina seg sjálv. Tað fjórða økið fevnir um øll tey undirøki, sum ikki á onkran hátt kunnu bólkast á einum av teimum trimum fyrst nevndu økjunum. Her skal viðmerkjast, at onkur av undirøkjunum á økinum Vinna, arbeiðsmarknaður og mentan síggjast aftur á onkrum ella fleiri av hinum høvuðsøkjunum. Tað kann t.d. vera undirøkið Gransking, sum jú eisini leggur seg aftur at hægri útbúgving, ið er bólkað á fyrsta høvuðsøki, uppaling og undirvísing. Tí verður støða málsins í sambandi við granskingina í høvuðsheitum viðgjørd á høvuðsøkinum Uppaling og undirvísing. Sama kann verða sagt um undirøkið Útgávuvirksemi, sum bæði leggur seg aftur at undirvísing og fjølmiðlum. Har útgávuvirksemi - tað kann vera bókaútgáva, fløguútgáva og/ella annað frálærutilfar, sum verður gjørt - natúrliga knýtir seg at undirvísingini og/ella fjølmiðlunum, verður spurningurin umrøddur í sambandi við hesi høvuðsøki. Somuleiðis kann spurningur verða settur, hvar málið í sambandi við teld skal bólkast. Eyðvitað er nýtslan av teld umfatandi og útbreidd á øllum teimum nevndu økjunum. Teldan kann í ávísan mun síggjast sum ein fjølmiðil ella margmiðil. Hon er ein týðandi lutur í samskiftinum á øllum samfelagsins økjum. Men teldan er fyrst og fremst eitt amboð hjá teimum, sum hava valt at taka tøknina til sín at nýta og fyri at læra hana betur at kenna. Alment verða møguleikarnir hjá føroyskum máli at gerast ein virknari lutur í teld og kunningartøkni viðgjørdir á høvuðsøkinum Vinna, arbeiðsmarknaður og mentan. Nevndin hevur ikki havt til viðgerðar tey málnýtsluøki, sum sambært heimastýrislógini eru donsk málsøki, t.d. rættarverk og løgreglu. 1 Sí undir punkt g. á bls. 15. 11 b. Støða málsins í mun til onnur mál (serliga danskt og enskt) Til samans eru kanska ikki fleiri enn 70000 fólk, ið hava føroyskt sum móðurmál. Tí er einki løgið ella ónatúrligt í tí, at onnur fjølmentari mál taka undir seg lutin hjá føroyskum á fleiri økjum, summum meira, øðrum minni. Føroyar eru partur av umheiminum, og føroyingar hava lagt nógva orku í at læra fremmandamál. Fyri bert fáum árum síðan sóu føroyingar sum heild umheimin gjøgnum Danmark og Norðurlond. Stórur dentur hevur í longri tíð verið lagdur á at læra danskt mál so væl sum gjørligt. So væl hava føroyingar lært seg danskt, at vit kunnu siga, at næstan allir vaksnir føroyingar eru meira ella minni tvímæltir. Føroyingar lesa bøkur og bløð á donskum eins raðið og á føroyskum. Lurtað verður eftir donskum sjónvarps- og útvarpssendingum, sum vóru tær á móðurmálinum. Norðurlendski samleiki okkara hevur verið styrktur og mentur gjøgnum tað danska málið í eini 3-4 ættarlið, men hetta hevur ikki forðað einstøkum føroyingum at leita sær longri út í heim at styrkja sær førleikan í øðrum málum og at læra aðrar mentanir betur at kenna. Seinnu árini, nú landamørkini eru vorðin opnari, er enskt vorðið tað mál, sum tjóðir yvirhøvur nýta at samskifta við í mongum førum eisini tær tjóðir, sum fyrr samskiftu sínámillum á egnum máli, eitt nú sviar, danir og norðmenn sínámillum, umframt føroyingar og íslendingar sínámillum. Danskt hevur í mong ár havt sterka støðu í Føroyum, eina mest siðvenjuni fyri at takka. Danskt var, og er lutvíst enn, fyrisitingarmál í Føroyum. Gjøgnum danskmælt frálærutilfar hevur danska málið fest seg væl í føroyska skúlaverkinum. At sumt av tilfarinum í hægru skúlunum kann vera á norskum ella svenskum máli, broytir ikki støðuna hjá donskum í Føroyum minsta vet. Føroysku bókasøvnini eru væl útgjørd við bókmentum á donskum, ið umboða flestar bókmentagreinir, fagurbókmentir eins væl og yrkisbókmentir. Føroysku blaðsølurnar og bókhandlarnir hava stórt úrval av donskum lesitilfari. Ofta eru hesar sølubúðir og handlar fullkomiliga átøk líkum búðum og handlum í Danmark. Føroyska lesitilfarið er avmarkað til nøkur fá tíðindabløð, eitt mótablað, sum vendir sær til kvinnur og kemur út annanhvønn mánað, umframt bøkur, eina mest við siðsøguligum tilfari. Av og á kemur ein hissini skaldsøga á føroyskum, og bókmentir týddar úr øðrum málum verða ikki raðfestar høgt, hvørki av lesarum ella útgevarum. Orsøkin til hetta er fyrst og fremst vantandi fíggjarorka at samsýna týðarum, ið sum oftast týða eina bók ella tvær av berum áhuga, og ikki tí at tað er nakar ávísur grundaður tørvur á, at júst umrødda bók varð týdd. Ein ørgrynna er av útlendskum tilfari, sum átti at verið umsett til føroyskt. Her eru heimsbókmentir, bæði í bundnum og óbundnum skaldskapi, yrkisbókmentir av nýggjari slag eins væl og framkomið undirvísingartilfar í flestu lærugreinum. Ein líkinda útgávupolitikkur á hesum øki kann ikki verða settur í verk, fyrr enn munandi upphæddir verða játtaðar til týðarar við neyðugum førleika, bæði tá ið tað snýr seg um innlit, og tá ið ræður um faklig evni og málsligt innihald. Støða føroyska málsins skal eisini síggjast í ljósinum frá øllum tí fjølbroytta úrvali av útlendskum mentanar- og undirhaldsframleiðslum av alskyns slag, frá telduspølum, tónleiki og filmum til bøkur, myndabløð, margmiðlar og samskiftismiðlar. Hvar í øllum hesum meldrinum er rúm fyri føroyska málinum? Vit hava hvørki stundir, orku ella umstøður til at týða alt, ið verður útgivið og selt á føroyska marknaðinum. Umráðandi er tí, at tað er tað rætta, sum verður týtt. Hvussu finna vit fram til tað rætta í slíkum førum, og hvør ger av, hvat rætt er og ikki? Neyðugt verður at greina umstøðurnar so væl, sum til ber, og raðfesta grundað á niðurstøðurnar. Umframt at vera eitt íkast til almennan málpolitikk, er vón okkara, at henda frágreiðing eisini fer at lætta um hjá politikarum og 12 myndugleikum í arbeiði teirra, tá ið avgerðir og raðfestingar av málpolitiskum slag skulu verða tiknar og settar í verk. c. Málrøkt og málvernd Ein týðandi partur av tilmælunum í hesi frágreiðing snýr seg um møguleikarnar at styrkja støðu málsins á øllum økjum í samfelagnum. Nevndin er samd og sannførd um, at hetta gerst bert og best við, at føroyskt verður brúkt so nógv, sum til ber og allastaðni, har ið til ber. Nevndin hevur í hesum sambandi umrøtt og viðgjørt umstøður hjá málinum á ymsu málnýtsluøkjunum, og ítøkiligir tættir eru raðfestir hesum viðvíkjandi. d. Málráð Í høvuðsheitum er nevndin samd um ikki at mæla til broytingar í málinum sjálvum. Týðandi broytingar í málinum krevja gjølliga fakliga viðgerð, umframt eitt væl gróðursett alment ynski um broytingar. Nevndin er somuleiðis samd um, at yvirskipaðar broytingar, ið hava týdning fyri støðu málsins, eiga at verða gjørdar. Eitt nú verður mælt til at endurskoða lógarverkið um Føroysku málnevndina soleiðis, at málnevndin við lóg verður skipað sum málsligur granskingar- og kunningarstovnur undir Mentamálaráðnum. Nevndin mælir til, at Føroyska málnevndin verður skipað sum eitt málráð, ið fær myndugleika at løggilda rættstavingarlistar, sum almennu stovnarnir og skúlarnir eiga at fylgja. Somuleiðis eiga allir spurningar, ið viðvíkja fólka- og staðanøvnum, at verða umsitnir á nýggja málstovninum, sum skal hava tætt samstarv við Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Nýggi málstovnurin skal standa fyri teirri almennu málrøktini, vera málsligur heimildarstovnur, umframt kunna stovnar og almenning í málsligum spurningum og geva teimum ráð. Somuleiðis skal Málstovnurin alla tíðina dagføra vitan sína um støðuna hjá føroyskum máli, eitt nú við javnan at kanna málnýtsluna í fjølmiðlum, bókmentum og millum fólk sum heild. Avgerandi fyri málrøktina er sjálv málnýtslan, ella sagt við øðrum orðum, hvussu nógv málið verður nýtt. Føroya mál eigur at verða nýtt á øllum økjum í samfelagnum. Soleiðis er veruleikin ikki í dag. Eitt øki, sum er eftirbátur í hesum sambandi, er filmsídnaðurin. Vit hava sjálv ongan filmsídnað, sum munar; men føroyingar hyggja eins og onnur fólk trúliga at filmum. Aðrastaðni verða filmar tekstaðir á tjóðarmálinum, har teir verða vístir. Í Føroyum verður ikki hildið vera neyðugt at seta føroyskan tekst á filmarnar. Hetta hevur stóra ávirkan á málrøktina og støðuna hjá føroyskum, sum bæði eigur og kann verða styrkt á hesum øki. Tað almenna eigur at ganga á odda við at seta pening av til at týða útlendskar sjónvarpssendingar og -filmar, ið verða sýnd í sjónvarpinum, í biohøllum og eru til láns á bókasøvnum og aðrastaðni. e. Skúli og fjølmiðlar Sum er hava skúli og fjølmiðlar høvuðsábyrgdina av málrøktini. Hesir stovnar hava stóra ávirkan á málsligu gongdina í samfelagnum. Tíverri hava hesir stovnar ikki tær neyðugu umstøðurnar at røkja hesa ábyrgdarfullu uppgávu til fulnar. Ein av høvuðstrupulleikunum er, at stovnarnir hava ikki nóg væl útbúgvið fólk at velja í. Eitt av høvuðsynskjunum hjá bæði lærarum og tíðindafólki er at fáa 13 betri møguleikar at eftirútbúgva seg, bæði fakliga og málsliga. Eisini sakna hesir stovnar greiðar leiðreglur at halda seg til í málsligum ivamálum. Umráðandi er, at samsvar er ímillum tann samtykta málpolitikkin og tað málstavnhald, sum skúlarnir og teir almennu stovnarnir miða ímóti. f. Nýggjyrði At gera nýggj orð er helst eitt starv, tey fæstu hætta sær í holt við. Nýggjyrði og yrkorð eru týðandi partur í málrøktararbeiðinum. Summi orð verða mestsum fødd av sær sjálvum, kann tykjast, meðan onnur hava ilt við at finna vegin fram og fáa fótafesti. Vit hava ongan politikk, sum sigur, at vit skulu gera eitt føroyskt orð fyri øll nýggj útlendsk orð, ið koma inn í málið. Kortini hava einstaklingar evnað nýggj orð úr gomlum burturløgdum orðum við góðum úrsliti. Takið bert orðið geymi (tað at goyma í minni). At leggja sær í geyma er hugtak, sum ikki verður brúkt so nógv longur millum tey ungu. Ístaðin hoyra vit orðingina at leggja sær í minni ella at minnast til. Geymi er eftir stuttari tíð vorðið eitt alment góðtikið orð fyri enska USB flash drive ella á donskum memory stik ella huskepind (á norskum og svenskum verður eisini sagt minne pinn), sum er ein lítil kubbi at goyma teldufílur á. Tey nógvu nýggjyrðini, ið hava sæð dagsins ljós millum ár og dag og hava fingið góða móttøku, eru prógv um, at føroyskt er fullkomið og samfelagsbært mál, ið fótar sær væl á øllum samfelagsins økjum. g. Føroyskt sum fullkomið og samfelagsbært mál Hvat merkir tað, at málið er fullkomið og samfelagsbært? Í seinastu mályvirlýsingini viðvíkjandi norðurlendskum málpolitikki, sum Ráðharraráð Norðurlanda samtykti á heysti 2006, stendur m.a.: "Eitt mál kann vera fullfíggjað og samfelagsbært í tí málsamfelagnum, har tað verður talað. At málið er fullfíggjað merkir í hesum sambandi, at tað verður og kann verða brúkt á øllum økjum í samfelagnum. At málið er samfelagsbært merkir, at tað, í einum ávísum málsamfelag, verður brúkt í almennum viðurskiftum, t.d. í undirvísingini, í fyrisitingini og í lógarverkinum." Harumframt verður sagt: "Í Norðurlondum eru seks mál, sum bæði eru fullfíggjað og samfelagsbær: danskt, finskt, føroyskt, íslendskt, norskt (sum skriftmál bæði nýnorskt og bókmál) og svenskt." Sum skilst á hesi samtykt, er føroyskt viðurkent í millumtjóða høpi sum fullkomið og samfelagsbært mál.2 Eitt fullkomið og samfelagsbært mál merkir sostatt, at málið kann nýtast og verður nýtt á øllum økjum í samfelagnum. Tað verður nýtt sum umsitingarmál, í rættarverkinum, politisku skipanini, í undirvísingarverkinum, í miðlunum, sum starvs-/arbeiðsmál, í trúarmálum, í mentanarlívinum, í felagsskapum og áhugafeløgum. Málnýtarin kemur í samband við málið á ymsum økjum í samfelagnum og undir ymsum umstøðum. Føroyskt er sostatt ikki eitt mál, sum einans verður brúkt í einskildum samskifti við húsfólkið, vinir og kenningar, men eitt mál, sum harumframt er tjóðarmál føroyinga og Føroya, sum verður nýtt og ment í almenna samskiftinum. Tað er m.a. við hesum í huga, at álit verður gjørt um almenna málstevnu, ið er ætlað til politiska og almenna umrøðu og støðutøku. Støða málsins er harumframt ein spurningur um tign málsins. Hvør skal taka dagar ímillum, á hvørjum tignarstigi málið er ella eigur at vera á? Hetta eru ofta spurningar, sum tey, ið ganga á odda í samfelagnum, verða fyrst at svara. Kortini eru hesir spurningar av stórum týdningi fyri allar samfelagsbólkar og -borgarar. Tí verður støða málsins ofta staðfest sambært lóg. Í okkara føri er 2 Sí føroysku týðingina av mályvirlýsing Norðurlanda frá 2006 á http://www.mmr.fo/Default.asp?sida=490 14 hon staðfest í 11. grein í heimastýrislógini, ið er frá 1948. Har verður sagt, at føroyskt er høvuðsmálið, men at danskt mál kann verða nýtt eins væl og føroyskt í almennum viðurskiftum. Henda seinast nevnda útsøgn samsvarar illa við ta áður nevndu mályvirlýsingina um málpolitikk, sum Ráðharraráð Norðurlanda samtykti á heysti 2006 og sum er nevnd omanfyri. 2. Rætturin til mál Til tess at tryggja, at føroyskt framhaldandi verður eitt fullkomið og samfelagsbært mál, er neyðugt at orða og samtykkja ein savnandi málpolitikk. Málpolitikkurin skal byggja á tríggjar fólkaræðisligar rættir: 1) rættin til tjóðarmál, 2) rættin til móðurmál og 3) rættin til fremmandamál, herundir rættin til teknmál. Í veruleikanum eru hesir rættir knýttir at hvørjum einstøkum borgara. Harumframt eru hesir rættir partar av teimum rættum, ið samfelagið sum heild veitir hvørjum einstøkum borgara.3 Tað yvirskipaða málið skal ikki bert vera at tryggja føroyskum sín sjálvsagda rætt á øllum økjum í samfelagnum. Føroyskt má eisini gerast tað eyðsýnda valið á øllum teimum økjum, har tað ikki er neyðugt at nýta annað mál (samanber 11. grein í heimastýrislógini). Avgerandi í hesum sambandi er eisini, at vit t.d. leggja okkum eftir at fáa til vegar føroysk yrkorð, sum eru nýtilig og atkomilig í øllum yrkisgreinum, og at tey verða dagførd alla tíðina. Skal hetta verða gjørt nóg væl og skipað, mugu vit hava greiðar mannagongdir fyri, hvussu hetta verður gjørt. Her er tað, at víst verður á tørvin á einum virknum og tíðarhóskandi málstovni at røkja hesar týðandi uppgávur. 3. Politiski viljin Føroyski mentamálaráðharrin var ein teirra, sum skrivaðu undir norðurlendsku mályvirlýsingina um málpolitikk frá 2006. Føroysk málfólk hava samstarvað við sínar norðurlendsku starvsfelagar um at fáa eitt nýtiligt orðalag í hesa yvirlýsing, sum eisini føroyingar kundu taka undir við. Politiski myndugleikin í Føroyum hevur við hesum víst, at hann er sinnaður at seta tiltøk í verk, sum kunnu vera við til at styrkja støðuna hjá fullkomnu og samfelagsbæru norðurlendsku málunum, eisini føroyskum máli. 4. Arbeiðssetningurin hjá Málstevnunevndini Tá Málstevnunevndin fór til verka 1. apríl 2006 var tað við hesum arbeiðssetningi, sum landsstýrismaðurin við mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevði orðað: Við støði í heildarlýsing av støðuni hjá føroyska málinum skal Málstevnunevndin gera eitt uppskot til almennan málpolitikk. Í uppskotinum skulu vera boð upp á mál og mið í málpolitikkinum og uppskot til ítøkilig tiltøk við fíggjarligum kostnaðarmetingum, sum kunnu styrkja føroyskt mál í øllum samfelagnum. Tættir í hesum eru eitt nú: o Yvirskipaða endamálið í málpolitikkinum, rættindi borgarans og skylda landsins o Málpolitisk amboð, herundir málrøkt og málvernd (Málnevndin, Málstovan), og spurningurin um at seta í verk løggilding av rættskrivingarreglum 3 Sí brotið "Rættindi borgarans og skylda landsins" á bls. 18. 15 o Føroyskt í øllum útbúgvingarkervinum, herundir førleikamenning og ískoytisútbúgvingar í føroyskum o Gransking í føroyskum og føroyskt sum vísinda- og fakmál o Føroyskt í miðlunum, bókmentunum og listini o Føroyskt í telesamskiftistøknini (fartelefonin, samskiftistelduforrit) o Føroysk skúlabóka- og orðabókagerð o Føroysk máltøkni (teldutala, ljóðbøkur) og teknmálstulking/-tala o Føroyskt og útlendskt mál (serstakliga í mun til danskt og enskt) o Støðan hjá teknmáli og uppskot um, hvussu teimum, ið nýta hetta, mega verða tryggjað grundleggjandi rættindi til samskifti og kunning o Málpolitikkur í øðrum londum 5. Hugtakið málpolitikkur skilmarkað Danski málfrøðingurin Pia Jarvad setur hugtakið málpolitikk í samband við lógir, reglugerðir, kunngerðir og fyriskipanir, sum hava til endamáls at staðfesta støðuna hjá málinum, í hesum sambandi eisini rættindi málsins í mun til onnur mál, og sum staðfesta tað rætta og sanna málið og lutvíst áseta tey tiltøk, sum hava til endamáls at fremja, styrkja og verja málið4. Í hesum sambandi verður hugt at tveimum fyribrigdum, ið hava týdning fyri málpolitikkin. Tey eru korpusætlan (corpusplanning) og statusætlan (statusplanning). Tiltøk, sum kunnu fremja, styrkja og verja eitt mál eru knýtt at teimum ymsu legunum, málið er statt á: Korpusætlan er ætlanin ella hugsanin um málsins form ella skap, har tað t.d. kann snúgva seg um at velja ein ávísan setningsbygnað fram um ein annan, eitt ávíst orð ella bendingarmynstur fram um eitt annað. Statusætlan kann t.d. snúgva seg um at velja eitt ávíst mál fram um eitt annað, og fevna um tær ætlanir ella tey tiltøk, sum skulu virka fyri, at tað ávísa málið verður brúkt til ávís høvi. Í norðurlendskum høpi verða hesir hættir ofta lýstir sum tveir ymiskir mátar at leggja málpolitikkin til rættis eftir, meðan onnur málsamfeløg síggja korpusætlan og statusætlan sum tvær síður av somu søk.5 Pia Jarvad ivast í, um tað er vísindaligt grundarlag fyri at gera mun á korpusætlan og statusætlan, tá ið ræður um at skipa og leggja til rættis ein málpolitikk. Hóast vit nógvastaðni í Norðurlondum eru hildin uppat við at stúra fyri málsins korpusi (formi ella skapi) ella orðatilfari, og ístaðin eru farin at hyggja at økismissi ella økisvanda, lata vit eitt vaksandi tal av enskum tøkuorðum, ótarnað og í óbroyttum líki, floyma inn í málini. Viðvíkjandi spurninginum um økismiss, heldur Pia Jarvad, at hugtakið - t.e. enskt domain loss, danskt domænetab - er ikki nóg neyvt skilmarkað til tess at kunna verða nýtt skilagott í vísindaligum høpi. Til tess at kunna staðfesta økismiss, er neyðugt at hava tvey á leið javnsett mál (eitt samfelag í tvímálsstøðu - diglossia), ið taka øki hvørt frá øðrum, har annað málið tó er á hægri stigi. Hon heldur ikki, at støðan hjá enskum í teimum norðurlendsku málsamfeløgunum er nóg sterk ella umfatandi, til tess at hetta kann vera at meta sum tvímálsstøða.6 4 Pia Jarvad 2001, Det danske sprogs status i 1990'erne, s. 26-27. Bente Bakmand, 1999: Hvad kan vi lære af Frankrig? Eller jagten på en dansk sprogpolitik. Nydanske Studier 25, s. 85-103. 6 Pia Jarvad 2004, De nordiske sprog og engelsk ved nordiske universiteter, højskoler og andre højere læreanstalter, s. 5-6. (http://www.dsn.dk/meddelelser/nordiske_sprog_og_engelsk.pdf) 5 16 II. Yvirskipaða endamálið við málpolitikkinum Rættindi borgarans og skylda landsins Yvirskipaða endamálið við málpolitikkinum er at tryggja føroyskum máli støðu sum fullkomið og samfelagsbært mál á øllum økjum. Tað merkir, at føroyskt eisini í framtíðini skal kunna verða nýtt á øllum økjum í samfelagnum, og at valið sjálvsagt skal falla á føroyskt í øllum viðurskiftum, har tað ikki er neyðugt, at fremmandamál verður nýtt. Í uppskotinum til yvirskipaðan málpolitikk verður víst á teir møguleikar, landsins myndugleikar hava í arbeiðinum at tryggja øllum borgarum landsins rættin til mál, tjóðarmál, móðurmál eins væl og fremmandamál, herundir eisini rættin til teknmál. Umframt at vera ein tann týdningarmesti parturin av samleikanum hjá okkum sum tjóð, er málið lykilin til framtíðina hjá hvørjum einstøkum okkara. Útbúgving og rættindi einstaklingsins í samfelagnum eru í stóran mun treytað av málsliga førleikanum. Ofta og tíðum síggja vit, at ikki øll hava somu umstøður ella møguleikar at ogna sær neyðuga málførleikan. Hetta kann skjótt hava aðrar ójavnar við sær, eitt nú í valdsbýtinum millum ymsu samfelagsbólkarnar. Børn vaksa upp undir ymsum sosialum og menningarligum umstøðum. Hetta ávirkar møguleikarnar hjá børnum seinni at gerast kringir lesarar. Tað er tí sera umráðandi, at foreldur, avvarðandi og fólk á dagstovnunum verða gjørd var við tann stóra týdning, ið lesing og frásøgn hava fyri menningina hjá barninum, og at hetta tí eigur at verða raðfest frammarlaga. Foreldur eiga at verða kunnað um tann avgerandi leiklut, tey hava í sambandi við málmenningina hjá børnunum. Tiltøk, ið hava til endamáls at fremja lesingina hjá børnum og ungum, eiga at verða stuðlað fíggjarliga, og forløg og bókasøvn eiga somuleiðis at fáa stuðul til slík endamál. Ikki fellur øllum eins lætt at ogna sær førleika í móðurmálinum. Málmunirnir kunnu vera stórir, og somuleiðis er munur á, hvussu ymsir bólkar av næmingum megna at handfara tær ymsu málsligu uppgávurnar. Málið hjá monnum og kvinnum er ymiskt, og hetta sæst aftur m.a. í skúla og vinnulívi. Í sambandi við førleikamenning hjá lærarum eiga spurningar, ið viðvíkja málmunum, at verða tiknir við og viðgjørdir. Í sambandi við spurningin um mál og kyn eigur leiklutur málsins í skúlanum, eins væl og í tí almenna rúminum, at verða granskaður nærri, og tiltøk eiga at verða sett í verk, sum skulu byrgja fyri málbrúki, sum staðfestir og fremur mismun og sum niðrar kvinnuna. Ein ávísur partur av Føroya fólki eru útlendingar ella føroyingar, sum hava búð leingi uttanlands, og summi hava kanska ikki gingið í skúla í Føroyum. Tey hava sjálvandi ikki somu møguleikar at ogna sær førleika í føroyskum máli eins væl og tey, ið hava føroyskt sum móðurmál ella fyrstamál. Tað, at øll skulu hava rætt til mál, merkir, at øll skulu hava sama møguleika at nema sær førleika í føroyskum. Somuleiðis merkir tað, at tey, ið hava annað móðurmál enn føroyskt, skulu hava møguleika at menna og halda við líka sítt móðurmál í tann mun, tað almenna vil stuðla á hesum øki. Hetta kann verða gjørt á ymsan hátt, eitt nú við at størri dentur verður lagdur á at vísa næmingum við útlendskum bakstøði á tann leiklut, málið hevur í skúlanum. Harumframt eiga tiltøk, sum skulu styrkja føroyskt sum annað mál, meira miðvíst at verða sett í verk. 17 a. Støðan hjá teknmáli Tey eru, sum av kropsligum ella øðrum ávum ikki eru før fyri at ogna sær førleika í málinum á vanligan hátt, eitt nú tey, sum hava torført við at lesa og skriva, eins og tey við skerdari sjón og/ella hoyrn. Alt hetta ávirkar møguleikarnar at vera við í almenna orðaskiftinum ella samskiftinum á jøvnum føti við onnur. Í slíkum førum verður mælt til so tíðliga sum gjørligt at fáa trupulleikarnar lýstar og viðgjørdar, og at serútbúgvið fólk verður sett at loysa uppgávur av hesum slag. Dagstovnar og skúlar eiga so tíðliga sum til ber at kunna staðfesta tey ymsu sløgini av forðingum í sambandi við málsliga læring, soleiðis at serlig tiltøk kunnu verða sett í verk. Kannað eigur at verða eftir, hvørji hjálpartól hóska best, sæð úr málsligum sjónarhorni, og tiltøk, sum gera tað lættari hjá málsliga førleikatarnaðum at fáa atgongd at miðlum og mentanartiltøkum sum heild, eiga at verða sett í verk. Somuleiðis eiga felagsskapir, ið arbeiða fyri áhugamálunum hjá hesum borgarum, at verða alment stuðlaðir, umframt at teir eiga at verða spurdir um ráð, tá ið týðandi avgerðir verða tiknar á hesum øki. Umráðandi er tí eisini, at bøtt verður um umstøðurnar hjá teknmáli at verða ment í samsvari við menningina í samfelagnum sum heild, eisini við tí fyri eyga at gera hetta mál meira alment viðurkent og atkomuligt. b. Støða málsins í mun til onnur mál Í mun til nógv onnur lond er støða føroyska málsins staðfest í okkara stjórnarskipan, heimastýrislógini frá 1948. Har stendur í 11. grein, at "føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum." Hetta merkir, at vit formliga hava eitt slag av tvímálsstøðu (diglossia) í Føroyum. Í hvønn mun henda støða ger um seg í verki, kunnu vit vera ymisk á máli um. Ein sannroynd er tó, at føroyingar uttan trupulleika samskifta við danir og aðrar norðbúgvar á donskum í Føroyum, og at hetta verður gjørt á øllum stigum. Íslendingar hava í hesum sambandi valt at ganga aðra leið og læra seg enskt heldur enn danskt, og greitt er, at yngra ættarliðið av íslendingum helst samskiftir á enskum við danir eins væl og við aðrar norðbúgvar. Hvussu henda loysn samsvarar við ynskið um ein felags norðurlendskan málpolitikk, stendur fyrst og fremst til íslendingar at taka støðu til. Sum er hava einans tey skandinavisku málini - danskt, svenskt og norskt - støðu sum almenn mál í norðurlendskum samstarvi, og tað eru tey málini í samstarvinum landanna millum, sum eru ráðandi. Mælt verður til at kanna, hvønn týdning tað hevur fyri støðuna hjá føroyskum máli, at útlendskt mál, í stjórnarskipanarligum høpi, fær somu støðu sum tjóðarmálið. Her er at viðmerkja, at í uppskotinum til nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, sum stjórnarskipanarnevndin hevur greitt úr hondum og handað løgmanni, verður sagt, at almenna málið er føroyskt. Har verður einki nevnt um støðuna hjá donskum. c. Raðfestingar At kanna støðuna hjá føroyskum máli í øllum smálutum á øllum hugsandi økjum er ógvuliga víðfevnt og tíðarkrevjandi arbeiði. Sjálvandi eiga vit at hava so nógv við sum til ber í einum áliti sum hesum. Men neyðugt verður at raðfesta ávís øki fram um onnur. Á teimum fundum, sum nevndin hevur havt við avvarðandi á teimum ymsu málnýtsluøkjunum, er komin til sjóndar ein týðilig raðfesting av útbúgvingarøkinum og serstakliga týdninginum at gera 18 undirvísingartilfar á føroyskum. Føroyskt undirvísingartilfar á øllum stigum fer at styrkja støðuna hjá málinum munandi, samstundis sum tað økir um tilvitanina um samleika okkara. Hesir tættir stuðla hvør annan, tí mál og samleiki eru tætt knýtt hvørt at øðrum. Donsku, norsku og svensku álitini, ið víkja at uppskotum til almennan málpolitikk, eru rættiliga samd um raðfestingarnar. Øll sum eitt raðfesta tey útbúgvingarøkið og tað uppvaksandi ættarliðið fremst. Tí tók nevndin tíðliga avgerð um at kanna og lýsa støðuna hjá føroyskum máli á undirvísingarøkinum, ikki bert í fólkaskúlanum, men allastaðni har uppaling og undirvísing eru. Eitt annað týdningarmikið málnýtsluøki eru fjølmiðlarnir, har stórur partur av fjøldini dagliga verður kunnaður. Høvuðsspurningurin í hesum sambandi snúði seg um tey krøv, sum áttu at verið sett til málsligan førleika hjá teimum, ið starvast í fjølmiðlunum. Størsti tørvurin á hesum øki er møguleikin hjá starvsfólki at eftirútbúgva seg, bæði fakliga og málsliga, og nevndin mælir til, at tað almenna raðfestir hesi øki fremri, enn gjørt hevur verið higartil. Eisini í almennu fyrisitingini er stórur tørvur á málsligari leiðbeining, og skotið hevur verið upp, at leiðreglur verða orðaðar, sum almennu stovnarnir kunnu hava at halda seg til í samskiftinum við borgaran. Hugsað verður í hesum sambandi um brævaskifti eins væl og almennar lýsingar í bløðum og loftmiðlum, umframt kunning á heimasíðum. Spurningurin um greitt mál7 hevur verið frammi, og nevndin mælir til, at kommunur og almenn fyrisiting sum heild leggja seg eftir at orða skrivini til borgarans so skilliga og greidliga, sum til ber. Onnur øki, sum eiga at verða raðfest frammarlaga, eru gransking, vísindi og hægri útbúgving, teld og kunningartøkni, vinnulív og arbeiðsmarknaður, umframt mentanarvirksemi í víðastu merking. Eitt serstakt øki er máltøknin, har teldan verður brúkt sum hjálpartól, eitt nú tá ið tekstir og tala verða týdd sum hjálp hjá teimum við skerdum førleika á ymsum økjum. Eisini eigur at verða virkað fyri at nýtaramótini á teldum og fartelefonum verða føroyskað. 7 Her verður sipað til tað, sum á svenskum verður nevnt klarspråk, og sum fevnir um myndugleikamál ella málið í almennu fyrisitingini. Meira um hetta fæst at vita á heimasíðuni hjá svenska málráðnum: http://www.sprakradet.se/ 19 III. Málpolitisk amboð 1. Málnevndin og Málstovan Í øllum málum taka ivaspurningar seg javnan upp. Teir kunnu snúgva seg um rættskriving og teknseting, um orðabendingar, orðanýtslu ella orðalagslæru. Hesir spurningar taka seg upp á so mongum økjum í samfelagnum: Í undirvísingarverkinum og miðlunum, á vinnufyritøkum og í handlum, í almennari og óalmennari fyrisiting, í arbeiði við børn og ung, snøgt sagt allastaðni har fólk gáa um málnýtslu. At taka sær av hesum spurningum og øðrum slíkum varð í 1985 sett á stovn Føroysk málnevnd. Nevndin verður vald fjórða hvørt ár. Føroya landsstýri velur nevndina eftir tilmæli frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, Mentamálaráðnum, Móðurmálslærarafelag Føroya, Rithøvundafelag Føroya og Føroya Blaðmannafelag. Málnevndir ella líkir stovnar eru í øllum Norðurlondum. Tó er ymist, hvussu tey ymsu londini raðfesta arbeiðið hjá stovnum av hesum slag, eisini tá ið hugsað verður um vánir teirra at verða dagførdir, at fylgja við tíðini og møta teimum vaksandi avbjóðingunum, serliga altjóðagerðin og skjóta menningin á KTøkinum seta stovnum av hesum slagi. Almennir stovnar, skúlar, virki, felagsskapir og einstaklingar fáa ráð og leiðbeining frá málnevndunum. Eisini politiski myndugleikin og fyrisitingin í viðkomandi landi gongur á odda og tekur ímóti ráðum frá hesum nevndum og stovnum, tá ið málslig ivamál stinga seg upp. Hvussu verður hetta orðið stavað? Hvussu verður hetta orðið bent? Er eitt føroyskt orð fyri hesum hugtaki, sum nú alt oftari er at hoyra sum fremmandaorð? Skulu vit nýta hvønnfall ella hvørjumfall í hesi orðingini? o.s.fr. Føroyska málnevndin er stovnur undir Mentamálaráðnum og virkar sambært kunngerð frá 7. januar 1985: "Reglugerð fyri føroysku málnevndina". Reglugerðin fekk gildi 1. apríl 1985. Sambært henni verður staðfest * at Málnevndin er málrøktar- og málverndarstovnur * at nevndin skal geva landsstovnum og almenningi ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál Nevndin hevur fyrst og fremst hesar fyrisetningar at fremja: 1. At savna og skráseta nýkomin føroysk orð og vera til hjálpar at velja og evna til nýggj orð. Nevndin skal eisini hava eyguni eftir málspillu, sum er um at taka seg upp, og royna at forða fyri, at hon festist. 2. At hava samvinnu við orðanevndir hjá feløgum og stovnum og styðja tær eftir førimuni í starvi teirra. 3. At svara málspurningum frá stovnum og einstaklingum og leggja sær eina við at hava gott samstarv við stovnar og fjølmiðlar, ið hava stóra málsliga ávirkan, so sum landsfyrisiting, skúlar, tíðindabløð, útvarp og sjónvarp. At svara spurningum um ivamál viðvíkjandi fólkanøvnum, staðanøvnum o.ø. nøvnum. Spurningar og svør verða varðveitt í skjalasavninum hjá nevndini. 20 4. At hava samstarv við aðrar málnevndir og samsvarandi stovnar í hinum Norðurlondum og senda umboðsfólk á felags ársfund teirra. Nevndin tilnevnir stjórnarlim og varalim fyri føroyskt mál í stjórn Málstovu Norðurlanda. Harumframt kann landsstýrið geva nevndini onnur verkevni í sambandi við føroyska málrøkt, so sum stavsetingarspurningar, ráðgeving um mál í lógum og kunngerðum, lærubókum og handbókum o.ø. Í Málnevndini eru fimm fólk, sum umboða ymisk yrkismáløki í samfelagnum. Hetta eru fólk við ymsum málsligum førleika og bakstøði. Tey eru fulla tíð í øðrum starvi, og tey hittast 10-12 ferðir um árið at viðgera spurningar, ið hava við málnevndararbeiðið at gera. Málstovan er skrivstova hjá Málnevndini. Hon heldur til á Fróðskaparsetri Føroya. Á Málstovuni arbeiðir eitt starvsfólk. Føroyamálsdeild Fróðskaparsetursins veitir nevndini málfrøðiliga leiðbeining eftir tørvi og letur málsøvn síni vera henni til taks. Her verða nakrar viðmerkingar gjørdar til omanfyri nevndu fyrisetningar: 1) Bara fyrsta ásetingin, "at savna og skráseta nýkomin føroysk orð...og vera til hjálpar at velja og evna til nýggj orð" krevur størri starvslið og eitt fakliga sterkt umhvørvi, sum kann skifta orð um eymar spurningar sum hesar. Sama er at siga um orðingina "Nevndin skal hava eyguni eftir málspillu, sum er um at taka seg upp...". Her kann verða spurt, hvussu nevndin grundgevur í spurninginum um "málspillu". 2) Hetta tykist, sum er, ikki at vera tíðarkrevjandi fyrisetningur, tí okkum vitandi eru fá ella eingi feløg, ið hava virknar orðanevndir. Sum er, eru hesir orðalistar almennir og atkomiligir á heimasíðuni hjá málnevndini:8 Fiskanøvn Fundarorðalisti Jarðfrøðiorð Lívfrøðilig frøðinevni Lond og tjóðir Løgfrøðiligur orðalisti Marknaðarorð Nøvn á málum Mállæruheiti Nýggj orð Oljuorð Plantuorðalisti Spanskur-føroyskur orðalisti Styttingar Støddfrøðiorð Teldorð Valorð Veðurorð Í eitt nú Íslandi eru ella hava um 40 orðanevndir verið virknar. 3) Fyrstu árini svaraði Málstovan spurningum og vendi sær til almenningin við ORÐAFARI (58 bløð komu út frá nov. 1986 til des. 2002), seinni hevur Málstovan lagt seg eftir umframt at svara fyrispurningum at byggja upp eina kunnandi heimasíðu (www.fmn.fo). Har liggur ORÐAFAR umframt Málnevndarbrøv, tvey frá 2006 og higartil eitt frá 2007. Á heimasíðuni liggja umframt orðalistar, rættskrivingarreglur, mangan settir spurningar, máltáttur (stubbar, sum Málnevndin hevði í útvarpinum 1999-2000), føroyski fólkanavnalistin, løgtingslóg um fólkanøvn og frágreiðingar um fólkanøvn (bíbliunøvn, nøvn úr Føroyingasøgu og nøvn úr 8 http://www.fmn.fo/listar/ordalistar.htm 21 norrønu gudalæruni). Á heimasíðuni er eisini listi við nýggjum orðum, sum Málnevndin hevur smíðað í sambandi við spurnatænastuna. Har verða eisini løgd nýsmíðað orð, sum Málstovan frættir um. Málstovan fær árliga um 700 fyrispurningar (um 2/3 eru telefonspurningar, 1/3 er spurningar við telduposti). Hetta er væl meir enn samsvarandi stovnar í grannalondunum fáa. 4) Sum fyriskrivað hevur Málnevndin samstarv við norðurlendskar stovnar, sum fáast við tað sama sum hon. Burtur úr hesum samstarvi hevur m.a. staðist tað, at føroyskt saman við donskum, finskum, íslendskum, norskum (sum skriftmáli bæði nýnorskum og bókmáli) og svenskum í norðurlendsku málsamtyktini, sum allir mentamálaráðharrar Norðurlanda skrivaðu undir á heysti 2006, fekk heitini fullfíggjað og samfelagsbært heft á seg.9 Orðingin eftir 4. grein í kunngerðini um føroysku málnevndina, ið sigur: Harumframt kann landsstýrið geva nevndini onnur verkevni í sambandi við føroyska málrøkt, so sum stavsetingarspurningar, ráðgeving um mál í lógum og kunngerðum, lærubókum og handbókum o.ø. fevnir um so nógv, at tað krevur munandi størri arbeiðsmegi enn hana, sum Málnevndin hevur fíggjarorku til at útvega. Málnevndin hevur í fleiri førum gjørt myndugleikunum vart við støðuna hjá málinum. Bæði í 2000 og 2001 hevur nevndin gjørt vart við nøkur viðurskifti, sum hon hevur hildið hava óhepna ávirkan á málburðin, eitt nú tey donsku lýsingabløðini, sum verða send øllum húsarhaldum í landinum. Nevndin mælti í hesum sambandi til, at lýsingabløð, ið verða send húsarhaldunum, skulu vera á føroyskum. Somuleiðis hevur Føroyska málnevndin mælt leiðsluni í sjónvarpinum til at seta føroyska talu á allar danskmæltar sendingar, so at sjónvarpið kann vera við til at styrkja støðuna hjá føroyskum. Vit kunnu staðfesta, at bæði viðvíkjandi játtanum og tískil eisini manning er Føroyska málnevndin væl verri fyri enn samsvarandi nevndir í grannalondunum, eins og hetta yvirlit vísir: Danmark (Dansk sprognævn) Noreg (Språkrådet) Svøríki (Språkrådet) Ísland Grønland (Oqaasileriffik/sprogsekretariatet) Føroyar Finnland Nevndarlimir 29 35 15 5 Starvsfólk 18 25 2510 411 8 5 Fleiri nevndir undir Focis 1 o.u. 10012 9 Meira um fullkomið og samfelagsbært mál á bls. 15 Í Svøríki er "Språkrådet" skipað sum partur av "Institutet för språk och folkeminnen" og hevur ikki serstaka nevnd 11 Í íslendsku málnevndini hava tey fýra, ið manna starvsliðið, skrivstovufólk sær til hjálpar 12 Í "Focis" (Forskningscentralen for de inhemska språken) starvast úti við 100 fólk. Harumframt eru nevndir og bólkar, ið hava síni egnu starvsøki, eitt nú sámiska málnevndin, svenska málnevndin í Finnlandi, romaniska málnevndin o.a., sí http://www.kotus.fi/index.phtml?l=sv&s=2 10 22 Av teimum 81 starvsfólkunum, sum manna skrivstovurnar hjá norðurlendsku málnevndunum (finsku málnevndirnar undantiknar), eiga føroyingar eitt. Lætt er at síggja, at grønlendingar hava ásannað, at minni máløkið er, størri eru áneyðirnar at hava væl mannað starvslið á landsins málstovu. Vert er eisini at nevna, at flestu norðurlendsku málnevndirnar upprunaliga vórðu settar sambært kunngerð, men hava nú fingið lógargrundarlag. Tíðin er komin, at støðið undir Føroysku málnevndini verður endurskoðað, og mælt verður til at seta fólk við neyðugum førleika at gera nýtt lógargrundarlag. Tað hevur stóran týdning, at Føroyska málnevndin verður skipað sambært dagførdari lóg heldur enn einari vælmeinandi kunngerð, sum kortini ikki megnar at lyfta arbeiðið hjá nevndini upp á tað yrkisliga stig, sum krevst nú. Nevndin kundi verið skipað sum eitt málráð, har fleiri enn teir áhugabólkar, ið nú eru umboðaðir í nevndini, fingu umboð. Almennu stovnarnir áttu at valt starvsfólk at umboða seg í yrkisbólkum, sum vóru knýttir at Málnevndini ella Málráðnum. Málnevndin kundi síðan orðað arbeiðssetningin hjá málbólkunum, sum eina mest skulu vera umboðandi fyri tey ymsu máløkini og yrkisgreinirnar í samfelagnum. Týdningarmest er tó, at starvsliðið á Málstovuni verður økt við fólki, sum hevur holla málsliga útbúgving. Málnevndin skal vera heimilandi stovnur í málsligum viðurskiftum, eitt nú við at gera og fáa løggildar rættskrivingarorðalistar. Eisini eigur Málnevndin at skipa yrkorðanevndir, ið skulu umboða tær ymsu yrkisgreinirnar í samfelagnum, tí tað eru tey, ið nýta máli dagliga, sum eisini eru tey, sum best vita, hvørji orð ella heiti, eru tey best egnaðu. Í starvinum hjá Málstovuni eigur eisini at verða lagdur dentur á at nýta, arbeiða við og menna máltøknina, eitt nú við orðagrunnum, bæði til skrift og talu. Máltøknin er serstakliga týdningarmikil í sambandi við, at mál verður skrásett og goymt, umframt at máltøknin er meginnervin í øllum málvísindaligum arbeiði nú og í framtíðini. 23 Málpolitisk amboð - tilmæli * Føroyska málnevndin verður skipað sambært lóg. Nevnd verður sett at endurskoða grundarlagið undir Málnevndini og virksemi hennara og at gera uppskot til lóg. * Nevnd verður sett at skipa og útgreina støðuna hjá føroyskum teknmáli og at gera tilmæli. * Málnevndin verður framhaldandi sjálvstøðugur stovnur við Málstovu í tøttum samstarvi við Føroyamálsdeildina. Høvuðsuppgávan hjá Málnevndini eigur at vera at kunna og geva ráð um føroyskt mál umframt at granska tað og gera regluskipan. * Málnevndin verður heimilandi stovnur. Hon eigur at geva út rættskrivingarorðabók við reglum um rættskriving og bending, sum landsstýrismaðurin løggildir. Skúlar og almennir stovnar eiga at hava skyldu at fylgja reglunum. * Í Málnevndini skulu sita málfrøðingar umframt fólk, ið starvast við málsligar spurningar í dagliga yrki sínum. Á stovninum skulu starvast málfrøðingar og málrøktarfólk, ið hava lokið prógv frá hægri lærustovni, umframt skrivstovufólk. * Málnevndin skal hava betri umstøður at arbeiða við orðalistar, t.d. í samstarvi við almennar stovnar (t.d. løgfrøði- og umsitingarmál). Í hesum sambandi verða sonevndar yrkorðanevndir settar, ið eru knýttar at teimum ymsu yrkisgreinunum ella -økjunum í samfelagnum. * Málnevndin skal harumframt - til at gera meira vart við starvsemi sítt - skipa fyri kunnandi og upplýsandi tiltøkum, sum almenningur kann væntast at hava áhuga á, t.d. einum átaki sum Ársins nýggjyrði, Degi málsins, Besta handilsheiti, Ársins málrøktarvirðisløn o.fl. * Arbeiðið hjá Navnanevndini umframt alment regluskipanararbeiði viðvíkjandi staðanøvnum verður partur av arbeiðinum hjá Málnevndini. Somuleiðis eigur Málnevndin at umsita Orðabókagrunnin. 24 IV. Uppaling og undirvísing 1. Inngangur Søgan um, hvussu gekst at vinna føroyskum máli innivist í skúlanum, er alkend og væl lýst. Nóg mikið er her at nevna bók eftir Ludvig Petersen: Skole på Færøerne i 1000 år: en skolehistorisk håndborg, 1994, grein eftir Paula Nielsen: Skúlasøgan 1.-7. partur í 100 ára minningarriti Føroya Lærarafelags: Føroya Lærarafelag 100 ár, 1898-1998, s. 148-234 og høvuðsritgerðina hjá Arnfinni Thomasen: Færøsk i den færøske skole: fra århundredskiftet til 1938, 1984. Heilt stutt sagt hevur gongdin verið henda: Fyrsta royndin at skipa fólkaskúla í øllum Føroyum varð gjørd við "Provisorisk Reglement", ið varð samtykt á stættatingi í Roskilde, og sum kongur skrivaði undir 28. mai 1845. Føroyskt var ikki lærugrein í hesum skúla, men í 20. grein í skúlafyriskipanini varð staðfest, hvør leikluturin hjá móðurmálinum skuldi vera. Lærarin skuldi fáa børnini at fata og tala danskt mál væl og virðiliga, tó kundi hann: "...ved Undervisningen benytte det færøske, for såvidt det anses fornødent til udviklingen af Børnenes Begreber og sætte dem i Stand til fuldkommen at fatte, hvad der foredrages dem."13 Henda orðing fekk V.U. Hammershaimb (1819-1909) og Niels Winther (1822-1892), sum tá lósu í Keypmannahavn, at mótmæla, og orðingin og mótmælini gjørdu helst sítt til, at føroyskt mál fekk savnandi upprunafrøðiligt skriftmál í 1846. Men tað var ikki henda lógargreinin einsamøll, sum gjørdi, at henda fyrsta landsumfevnandi skúlaroyndin varð avtikin í 1854. Við "Lov om de Færøske Landkommuners styrelse", undirskrivað 28. februar 1872, fáa vit aðru royndina at skipa fólkaskúla í Føroyum. Móðurmálsins støða er einki broytt í hesum skúla, sum í veruleikanum er ein danskur málskúli. Tað at sett varð á stovn læraraútbúgving í Havn frá 1870, og tað, at tjóðskaparrørslan fekk fastatøkur í pørtum av fólkinum, gjørdi ivaleyst, at føroyskt mál ljóðaði meira innan skúlans gátt um aldaskiftið 1900 enn tíðarskeiðið 1845-54 (tó ymiskt frá skúla til skúla), men tá ið tingmanningin skipaði seg í tveir bólkar frá 1906, gjørdist málspurningurin eitt politiskt eljustríð millum ein sambandsvong og ein sjálvstýrisvong. Hornasteinar í hesum stríði eru 7. grein í Kgl. Anordning, sum meiriluti løgtingsins samtykti 16. januar 1912 og sum staðfesti, at undirvísingarmálið skuldi vera danskt, og so fólkatingssamtyktin frá 12. des. 1938, sum strikar 7. grein og javnsetur føroyskt og danskt sum undirvísingarmál í føroyska fólkaskúlanum. Um hetta sama mundið vórðu miðnámsskúlar settir á stovn, studentaskúlaskeið frá 1937. Málið í hesum skúlum mundi vera, sum læraraførleikarnir vóru til: Føroyskir lærarar undirvístu á føroyskum, danskir lærarar á donskum. Í 11. grein í heimastýrislógini, kunngjørdari 31. mars 1948, verður føroyskt nevnt "hovedsprog", men lagt verður aftrat í lógartekstinum, at danskt skal lærast væl og virðiliga og skal í øllum viðurskiftum kunna verða nýtt á jøvnum føti við føroyskt. 13 Úr greinini Skúlasøgan, Pauli Nielsen, Føroya Lærarafelag 1898-1998, útg. 1998, s. 171, Føroya Lærarafelag. 25 Hetta má sigast at vera evsta lógargrein málinum viðvíkjandi, sum galdandi er í Føroyum enn í 2007. Grundlógarnevnd varð skipað í Føroyum í 1999. Seinni varð nevndin umskipað til Stjórnarskipanarnevnd, sum í 2006 læt frá sær uppskot til Stjórnarskipan Føroya. Í hesum uppskoti verður við ongum fyrivarni staðfest, at føroyskt er almenna málið í Føroyum. Hetta uppskotið varð lagt fyri løgtingið á vári 2007, men ikki viðgjørt fyri tinglok - tað er sostatt burturdottið. Málslig heildarhugsan Tá ið Móðurmálslærarafelag Føroya varð sett á stovn 17. januar 1981, varð í 2. grein í fyrstu lóg felagsins staðfest, at endamál tess var "...at gagna frálæruni í føroyskum á øllum stigum úr barnagarði til fróðskaparsetur." Henda heildarhugsan má sigast at vera skilagóð, og Málstevnunevndin tekur fult undir við, at frálæra í móðurmáli verður skoðað sum ein heild, har øll verða tikin við, frá samfelagsins yngsta til tann elsta. Ein vansi í hesum sambandi er, at allir partar, ið varða av málsligu menning barnsins/hins unga, ikki eru skipaðir í sama ráði í landsumsitingini: Dagstovnaøkið og serstovnaøkið hoyra undir Almannaog heilsumálaráðið, fólkaskúlin, miðnámsskúlar og hægri lærdómssetur undir Mentamálaráðið. Undir Mentamálaráðið hoyrir eisini Skúlin á Trøðni. Nevndin tekur tí undir við, at økini verða savnað undir einum og sama aðalráði. Skúlin er akkersfestið hjá føroyska málinum Skúlin - undirvísingarverkið sum heild - hevur ein týðandi leiklut í strembanini eftir at tryggja føroyskum máli støðu sum samfelagsbærum tjóðarmáli í framtíðini. Skúlin er við til at menna fatanina av, hvønn týdning móðurmálið hevur fyri tann mentanarliga felagsskapin, samleikan, tað at læra, umframt andligu menningina. Miðvíst arbeiði og greiðar virkisætlanir eru avgerandi í royndunum at styrkja frálæruna í føroyskum. Málmenning og mállívgan eiga at byrja longu í barnagarði og forskúla. Tí eiga spurningar, ið víkja at hesum evnum, at vera partur av øllum læraraog námsfrøðiútbúgvingum, sum verða nýttar her á landi. Skúlin er týdningarmesti lærupallurin hjá børnum og teimum ungu. Týdningurin at gera vart við seg munnliga og skrivliga umframt førleikin at lesa verða mettir sum grundførleiki í øllum lærugreinum skúlans. Serstakliga í fólkaskúlanum og miðnámsskúlunum eigur arbeiðið at gera føroyskt til eitt samfelagsbært og vælvirkandi mál at verða styrkt. Hetta eigur at verða gjørt í sambandi við einstøku lærugreinirnar og eisini sum heild. Tiltøk, sum skulu bøta um lesi- og skriviførleikan, hava stóran týdning. Til tess at útgreina miðvísar og greiðar virkisætlanir er umráðandi, at egin gransking verður framd í okkara egna umhvørvi. Leiklutur hægru lærustovnanna og granskara á økinum undirvísing og mál hevur serstakan týdning. Á økinum gransking og hægri útbúgving kunnu vit leggja upp fyri einum ávísum økismissi til enskt og onnur mál, eitt nú danskt. Tó eru avgerandi námsfrøðiligar orsakir, ið 26 tala fyri, at undirvísingin á hesum lærustovnum framvegis eigur at vera á føroyskum, og at enskt ella annað mál eigur at koma í aðru røð. Eisini tá ið kunnað verður um vísindi og gransking her hjá okkum, er umráðandi, at lesandi og útlærd eru før fyri at nýta føroyskt mál á fullgóðan hátt. Skal hetta eydnast, mugu samfelagið og stovnarnir taka sína ábyrgd. Føroyskt eigur at verða tryggjað sambært lóg sum undirvísingarmál á byrjanarstigi á hægru lærustovnunum, og stovnunum verður álagt at gera málstevnur, ið tryggja støðuna hjá føroyska málinum á hesum øki. Har tað er neyðugt, verður lagt upp fyri, at útlendskir gestalærarar eru noyddir at undirvísa á øðrum máli enn føroyskum. Sí brotið Hægri útbúgvingar og gransking á s. 49. Grundarlagið undir støðu málsins í undirvísingarverkinum Fyrsta økið, ið nevndin setti sær fyri at kanna, var støða málsins innan skúlagátt. Fólkaskúlin er tað staðið, har almenni myndugleikin á fyrsta sinni leggur uppí við lógarásettum krøvum um undirvísing í móðurmálinum. Hetta hevur týdning fyri, hvussu allur spurningurin um undirvísingina í móðurmálinum verður viðgjørdur. Støða málsins á undirvísingarøkinum er fyri ein stóran part grundað á tað regluverk, ið er galdandi. Harumframt hava vit dagstovnar, sum, tá ið hugsað verður um undirvísing, einans kunnu verða mettir sum tilboð. Hesir stovnar hava ávirkan á, hvussu væl børnini eru fyri, tá ið tey byrja í fyrsta flokki. Mentamálaráðið situr fyri undirvísingarmálum og hevur undir landsstýrismanninum fyrisitingarligt og fíggjarligt eftirlit við fólkaskúlanum, eins og ráðið hevur um hendur, hvussu ráðlagt verður skúlanum viðvíkjandi. Mentamálaráðið ger uppskot um stevnumið fólkaskúlans og undirvísingina í honum, eins og ráðið skal tryggja, at undirvísingartilfar er tøkt. Eisini hevur Mentamálaráðið eftirlit við, at reglur og áløgd tiltøk og próvtøkur í fólkaskúlanum verða hildin. Dagligu fyrisitingina fyri fólkaskúlanum hevur fólkaskúladeildin á Mentamálaráðnum um hendur. Dagligu fyrisitingina fyri miðnáms- og vinnuútbúgvingunum hevur vinnu- og miðnámsskúladeildin á Mentamálaráðnum um hendur. Hægru útbúgvingarnar, so sum Fróðskaparsetrur Føroya og Føroya Læraraskúla, hevur mentamáladeildin á Mentamálaráðnum um hendur Tá ið støða skal verða tikin til kunnleika- og fakliga vitanarstigið hjá næmingunum, hevur fólkaskúladeildin á Mentamálaráðnum einans tær upplýsingar at halda seg til, sum verða fingnar til vegar gjøgnum fráfaringarpróvtøkur, umframt frá lærugreinaráðgevingini. Próvtøkuúrslitini verða á ongan hátt útgreind, so at lært kann verða av teimum. Tey verða tó savnað í einum riti, sum verður sent skúlunum. Áður vórðu næmingarnir sundurbýttir eftir sínum avrikum. Aftan á fólkaskúlan fóru summir næmingar í realskúla og aðrir í 8. flokk. Nú halda allir næmingar á til 9. flokk, ið er skylda sambært lóg. Summir halda fram við eini miðnámsútbúgving, og aðrir taka 10. flokk fyrst. Allir næmingar hava sostatt møguleika at halda fram á jøvnum føti. 27 Gymnasialu útbúgvingarnar verða eftirhugdar í løtuni, og álit er handað landsstýrismanninum, har skotið verður upp at endurskoða allar tær gymnasialu útbúgvingarnar undir einum og skipa tær í tríggjar deplar kring landið.14 Nýtt álit er skrivað viðvíkjandi læraraútbúgvingini og pedagogútbúgvingini, sum varð lagt fyri landsstýrismannin í juni 2006. Har verður skotið upp at gera hesar útbúgvingar til universitetsútbúgvingar, sum saman við sjúkrafrøðiútbúgvingini verða skipaðar saman við Fróðskaparsetri Føroya. Útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru sum heild væl skipaðar. Ikki er kunnugt, um broytingar eru ávegis. Áneyðir eru at dagføra og laga til onkrar av útbúgvingunum, sum búgva út lærarar til miðnámsskúlarnar og hægri útbúgvingarnar. Fleiri útbúgvingar áttu eisini at verið skipaðar á Fróðskaparsetrinum, sum er lærdi háskúli okkara. Fundir við avvarðandi á undirvísingarøkinum Málstevnunevndin hevur havt 11 fundir við skúlaavvarðandi, leiðslur, myndugleikar, umboð o.o., har umrøddir vórðu spurningar, sum serliga viðvíkja undirvísingini, skipanini og raðfestingini í lærugreinini føroyskum á teimum ymsu stigunum. Endamálið við fundunum var at fáa staðfest ella avsannað ávísar almennar metingar og hugsanir um støðuna hjá føroyskum í undirvísingarverkinum. M.a. vildu vit hava at vita, í hvønn mun hagtøl, ið víkja at skúlaverkinum, eru tøk ella verða brúkt í sambandi við, at undirvísingin verður løgd til rættis, og tá ið eftirmetingar skulu gerast. Niðurstøðan var stutt og greið: Eingi hagtøl eru tøk og verða tískil heldur ikki nýtt. Hetta er ikki, tí at eingin tørvur er á hagtølum at arbeiða við, men heldur tí at hvørki orka ella peningur verða sett av til at savna inn hagtøl og viðgera tey. Umrøddu spurningar vóru bæði av ítøkiligum og meira hugburðarkendum slag. Roynt var at fáa til vegar upplýsingar um kunnleika- og fakliga vitanarstøðið hjá næmingunum, um hvussu innihaldið í undirvísingini í føroyskum verður valt og skipað, um føroyskt átti at verið raðfest fremri, enn tað verður í løtuni, um lærararnir eru nóg væl fyri fakliga, um undirvísingartilfarið er nøktandi, um nøkur menningarætlan fyri føroyskt er til, og um møguleiki er á teimum ymsu skúlastigunum at fáa styrkt støðuna hjá føroyskum sum heild. Harumframt vórðu spurningar av meira serstøkum slag eitt nú settir Fróðskaparsetrinum í sambandi við uppgávu- og greinaskriving á hægri stigi, har onnur mál, serliga danskt og enskt, vinna fram. Serstakir spurningar vórðu eisini settir Landsmiðstøðini, KT-deplinum, Lærarafelagnum, Pedagogfelagnum, Skúlabókagrunninum, Bókadeildini umframt umboðum fyri tær báðar kommunusamskipanirnar, spurningar, ið kundu varpað neyvari ljós á støðuna hjá føroyskum á teimum økjum, ið hesir stovnar og felagsskapir virka á. Aðrir kanningarhættir Nevndin metir ikki, at fundirnir við skúlaleiðslur og -avvarðandi annars eru nóg gott grundarlag einsamallir til at staðfesta, hvør støðan hjá føroyska málinum á undirvísingarøkinum veruliga er. Vit 14 Endurskoðan av gymnasialu útbúgvingunum, álit handað landsstýrismanninum við mentamálum 12. september 2007. 28 eiga tí í ein ávísan mun at hyggja at øðrum kanningum eisini. Aðrar kanningar eru gjørdar, sum kunnu varpa ljós á støðuna hjá málinum, eitt nú kanningin hjá Katrini Næs málgranskara viðvíkjandi rættskrivingini hjá miðnámsskúlanæmingum, umframt kanningin hjá Solveig Debess lærugreinaráðgeva um lesivanar hjá børnum í 4.-7. flokki. Harumframt hevur nevndin kannað próvtøkutilfar og -úrslit, sum eru frá fráfaringarroynd fólkaskúlans 2006 og 2007. Hesar kanningar verða eisini nýttar í royndunum at lýsa støðuna hjá føroyskum á undirvísingarøkinum. 29 2. Dagstovnaøkið Nýggjar kanningar benda á, at barnið so líðandi ognar sær mál longu í móðurlívi,15 og tað er so sjálvsagt at staðfesta, at tey vaksnu spæla stóran leiklut, meðan børn ogna sær málið og menna tað. Málið er ein samskiftismiðil, men tað er eisini annað enn tað: Tað skapar samleika og kenslu av at hoyra til ein felagsskap. Seinastu 30-40 árini er samfelagsmynstrið broytt avgerandi. Eitt húsarhald kláraði seg í flestum førum við einari inntøku, og oftast var mamman heima hjá børnum, sum sostatt ikki vóru á stovni frá 0 til 6 ára aldur. Børnini í skúlaaldri høvdu eisini onkran vaksnan at koma heim til. Var tað ikki mamman, so var okkurt annað næstrafólk. Nú er myndin fullkomiliga broytt: Bæði foreldur mugu arbeiða, oftast allan dagin. Flest føroysk børn undir skúlaaldri eru á dagstovni ella verða ansað úti, og tey yngstu skúlabørnini í 1. og 2. flokki eru í frítíðarskúla eftir skúlatíð. Flestu avvarðandi hjá hesum børnum, t.d. foreldur, ommur, abbar o.o., eru allan dagin úti á arbeiðsmarknaðinum, og tey eru alt minni og minni saman við børnum og barnabørnum sínum dagliga. Tá ið vit staðfesta, at barnið myndast málsliga av teimum, tað er saman við, og lagar seg eftir teimum, er greitt, at henda samfelagsbroyting hevur gjørt, at børnini verða ment minni málsliga heima við hús nú, enn tey vórðu fyrr. Hetta átti at sett dagstovnum og skúlum størri krøv at vera uppií at menna børnini málsliga. Tað er eisini royndur lutur, at bæði talumál og skriftmál verða best lærd í samspæli við onnur, sum á ávísa økinum eru á hægri menningarstigi enn tann, sum stendur í menning. Er eitt barn nærum bara saman við javnaldrum, so mennist málið ikki nógv meira enn á tað stig, ið hini børnini eru á. Ein sannroynd er, at í nútíðarsamfelagnum er námsfrøðingurin stóran part av tíðini í foreldranna stað. Tað krevur, at fleiri útbúnir námsfrøðingar koma í starv á dagstovnunum, og at teir hava holla útbúgving og málsligt medvit. Dagstovnalógin16 sigur lítið og einki um málsligu menning barnsins. Um endamálið verður tikið soleiðis til í 2. grein: "Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum og dagrøktini er: - við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling, - at menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði, 15 Meira um hetta evni í ritgerð eftir Birnu Tyril Gunnarsson: Málið - einar dyr inn í heimin, 2006 Føroya Læraraskúli, s. 3-4. Upprunakelda: Karmiloff-Smith et al. Barnets veje til sprog. Umsett úr enskum hevur Knud Michelsen, Gyldendalske Boghandel, Nordisk Forlag AS, København 2002. 16 Løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006. 30 - at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag, - at menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti at at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði, sjálvskenslu og evni til at taka sær av egnum viðurskiftum á ein friðarligan og samstarvandi hátt, - at tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika, - í samstarvi við heimini at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning í tøttum samspæli við náttúruna." Hóast lógin ikki sigur nakað beinleiðis um málsliga menning, so tykjast útbúnir námsfrøðingar at hava snarað orðingini "at menna og menta børnini á fullgóðan hátt" á málsliga bógvin: Lisið verður fyri børnum og søgur sagdar, og hetta samsvarar eisini væl við føroysku námsfrøðiútbúgvingina, har bæði skaldskapur av manna munni, barna- og ungdómsbókmentir, siðmentan og miðlar eru nevnd í lesiætlanini fyri lærugreinina føroyskt. Frálæran hjá námsfrøðingum í føroyskum fevnir um 219 tímar tilsamans í trý lestrarár. Vert er her at hava í huga, at eingi málslig krøv verða sett teimum námsfrøðingum, sum ikki hava føroyska námsfrøðiútbúgving, og heldur ikki ófaklærdum hjálparfólkum á dagstovnaøkinum. Sum heild hevði tað verið ein fyrimunur, at eisini tey, ið eru um børn undir skúlaaldri, vóru stinnari at málbera seg skrivliga. Eitt formligt samskifti við brøvum, telduposti, uppsløgum og øðrum fráboðanum millum dagstovnarnar og heimini, eigur at fara fram so lýtaleyst og greidliga sum gjørligt, eisini tá ið ræður um støðu málsins á hesum týdningarmikla øki. Í starvi sínum skulu námsfrøðingar ofta skjalfesta sumt av tí, sum fer fram, eina mest á serstovnaøkinum, og í hesum sambandi hevði tað eisini verið ein fyrimunur, um ávís krøv vórðu sett til málsliga førleikan hjá hesum starvsbólki. Dagstovnarnir hava sum er ikki til endamáls at undirvísa børnunum. Tí skulu námsfrøðingar ikki læra frá sær ávísar fakligar førleikar, eins og galdandi er fyri lærarar. Harímóti eru uppgávurnar hjá námsfrøðingum avgjørt av uppalingarligum og menningarligum slag, og í tí liggur ein ávís frálæra ella undirvísing. Ein fyrimunur hevði tað tí verið, um hesi øki vórðu samskipað á fakligum grundarlag undir einum og sama aðalráð, sum er Mentamálaráðið. Á stovnum síggja námsfrøðingar, at børnini 5-6 ára gomul fara at lesa einstøk orð. Hetta er tó ikki skipað á nakran hátt. Børnini taka at vísa seg væl við føroyskum orðum/heitum, og nøkur duga væl at málbera seg. Tó hava fleiri børn trupulleikar við tí málsliga, og ikki er tað sørt, at danskar vendingar og eisini danskt tónalag eru at hoyra hjá børnum, sum hvørki hava búð í Danmark ella hava donsk foreldur. Hetta kemst óivað fyrst og fremst av, at so nógv er hent á økjunum kunning og samskifti, og at so stórur partur av útboðnum, eisini til tey smæstu - t.d. filmsfløgur - er á donskum ella hevur danska talu. Bæði vaksin, skúlabørn og børn undir skúlaaldri brúka fitt av tíð framman fyri sjónvarps- og telduskíggjar. Útlendskar rásir og telduspøl á donskum ella enskum bjóða seg fram allan sólarringin, og hóast føroysk útgávuforløg fáa væl frá hondini, tá ið hugsað verður um ta lítlu játtan, tey fáa, so er hetta alt, alt ov lítið at seta upp ímóti tí nógva mentanarliga árininum uttaneftir. 31 Samstarv átti at fingist í lag millum dag- og undirvísingarstovnar og Kringvarpið um at útvega væl eydnaðar og hóskiligar føroyskar sendingar og útlendskar sendingar við føroyskari talu ella teksti. Eitt lítið samfelag sum tað føroyska eigur at gagnnýta tað, sum verður gjørt, á besta hátt. Sjálvsagt eiga allar barnafløgur á føroyskum at vera tøkar á dagstovnunum, og eitt ítøkiligt uppskot kundi verið at fingið tónleikarar at spælt inn teir barnasangir - bæði upprunatekstir og týddar - sum eru á prenti í bókum. Eftir at úrslitið av fyrstu PISA-kanningini17 var kunngjørt, varð arbeiðsbólkur settur at koma við tilmæli um, á hvønn hátt fólkaskúlin kann mennast. Í tilmælinum, sum lagt varð fram í oktober 2006, verður sagt, at øll børn verða fyrireikað til skúlagongd, og í tí sambandi skal serligur dentur verða lagdur á málmenning, og víst verður í hesum sambandi á leik og mennandi spøl. M.a. norðurlendskar kanningar vísa, at samband er millum málvanar hjá børnum undir skúlaaldri og lesi- og skrivivanar seinni. Tí eigur sum skjótast at verða farið undir føroyska gransking á hesum øki, eins og gjølligari kanningar viðvíkjandi lesivanum og miðlanýtslu hjá føroyskum børnum eiga at verða gjørdar. Tílíkar kanningar ella verkætlanir eru av alstórum týdningi fyri framhaldandi menning av teirri skipaðu dagrøktini og undirvísingini tey fyrstu árini. Harumframt kunnu slíkar kanningar vera við til at vísa á tørvir og møguleikar, tá ið ræður um at menna og gera námsfrøðiligt tilfar til børn á nevnda aldursstigi. Í Noregi og í Danmark hava myndugleikar longu tikið ítøkilig stig á hesum øki. Í stuttum snúgva hesi tiltøk seg um at fyrireika børn undir skúlaaldri at taka ímóti teimum málsligu avbjóðingunum, ið settar verða við skúlabyrjan. Endamálið við tiltøkunum er, at børnini skulu vera meira javnsett viðvíkjandi málsliga førleikanum, longu tá ið tey fara í skúla. Roknað verður við, at hesi tiltøk fara at bøta munandi um málsliga førleikan og fakligu møguleikarnar hjá børnunum, so hvørt sum tey búnast og vaksa til. Hóast bæði nógvar og góðar barnabøkur á føroyskum eru á teimum føroysku dagstovnunum, kundi verið ynskiligt at havt meira av upprunaligum føroyskum lesitilfari til børn, sum t.d. námsfrøðingar sjálvir kundu fingið høvi at evna til, eins og lærarar hava høvi at evna til undirvísingartilfar og t.d. fáa tað givið út í bók. Eingin yvirskipað menningarætlan er fyri føroysku dagstovnarnar. Einstakir stovnar hava orðaðar endamálsgreinir, og møguliga eru einstakar menningarætlanir á økinum. Hóast tað ikki beinleiðis er álagt teimum, arbeiða námsfrøðingar kortini miðvíst við at menna og fyrireika børnini til kravdu fólkaskúlagongdina. Ein avleiðing av PISA-kanningarúrslitinum er eisini, at Mentamálaráðið í samstarvi við Sernámsdepilin setur í verk átakið TRAS (Tidlig Registrering Av Språkutvikling), sum upprunaliga byggir á norskt tilfar, ið nýtt verður víða um Norðurlond. TRAS er eitt útfyllingarblað til barnagarðar og dagrøktarar. Við tí ber til at eygleiða børn frá 2 ára aldri til 6 ára aldur (og longur við): hvussu barnið mennist, hvussu tað samskiftir við onnur børn, hvussu mál tess mennist o.s.fr. 17 PISA er stytting fyri Programme for International Student Assessment, ið OECD-londini skipa fyri. 32 Hetta er eitt amboð, ið námsfrøðingar nýta innanhýsis og í samstarvi við foreldur. Skipanin verður sett í verk, tá ið týdda tilfarið er prentað í bók, og námsfrøðingar á skeiðum hava kunnað seg við tað. 33 Dagstovnaøkið - tilmæli * Dagstovnaøkið verður samskipað við undirvísingarøkið móðurmálinum viðvíkjandi. Nevndin tekur undir við, at dagstovnsøkið og undirvísingarøkið verða samskipað undir einum og sama aðalráð. * Dagstovnalógin verður dagførd soleiðis, at málsliga menning barnsins beinleiðis verður nevnd í henni. * Fólk verður sett í starv til at umsita økið Børn undir skúlaaldri. Endamálið við hesum starvi er at fyrireika og seta í verk arbeiði við námsfrøðiligt tilfar á føroyskum, bæði til vanliga menning og til tey málsliga veiku, at gera og endurnýggja tilfar til skúlabólkar og komandi forskúlar, (sum eisini eigur at vera ein støðugur partur av nevnda arbeiðsøki, í samstarvi við fólkaskúlan), og at umsita TRAS (Tidlig Registrering Av Språkutvikling), aðrar verkætlanir og tey tilboð, sum skotin verða upp, tá ið nýggj kanningar- og granskingarúrslit verða løgd fram. * Stuðul verður latin til lestrarátøk, ið kunnu leiðbeina foreldur í málsligu menning barnsins. Hetta kundi eitt nú verið gjørt við faldibløðum og bókalistum, ið upplýsa um góðar føroyskar bøkur, og sum koma við góðum ráðum um at lesa fyri barninum og um, hvussu foreldur sum heild kunnu styrkja barnið málsliga. * Móðurmálsundirvísingin á føroysku námsfrøðiútbúgvingini verður styrkt og knýtt saman við frálæruna um málsligu menning barnsins undir skúlaaldri. * Námsfrøðingar, sum nema sær útbúgving á lærustovnum, har føroyskt ikki er lærugrein, taka eykaprógv í føroyskum á sama hátt, sum lærarar við útlendskum læraraprógvi taka eykaprógv í føroyskum. Hesa útbúgving taka teir, meðan teir eru í starvi við lutfalsligum lækkaðum tímatali við løn. * Sum skjótast verður farið undir at granska spurningar, sum viðvíkja málsligu menning barnanna í Føroyum. Økt játtan at veita vísindaligum verkætlanum, ið beinleiðis granska spurningar av hesum slag, eigur at verða útvegað. Soleiðis tryggja vit best eitt høgt vísindaligt stig á hesum granskingarøki. * Formlig avtala verður gjørd millum almennu dagstovnarnar og almenna Kringvarpið um at gera og útvega námsfrøðiligt tilfar. Eitt nú kundi Kringvarpið nýtt námsfrøðingar meira í sínum framleiðslum, eins og fleiri námsfrøðingar kundu útbúgvið seg upp aftur meira í miðlafrøði. Kringvarpið eigur at fáa tónleikarar at spæla inn barnasangir - bæði upprunatekstir og týddar - sum eru á prenti í bókum og bløðum. * Almenn játtan verður sett av til at leggja føroyska talu inn á útlendskar filmar, ið eru ætlaðir børnum undir skúlaaldri. 34 3. Undirvísingarøkið a. Fólkaskúlin Samanumtikið og heilt stutt kunnu vit siga, at støðan hjá føroyskum í undirvísingarkervinum á ein hátt er góð - skilt soleiðis, at leiðslur og avvarðandi sum heild tykjast tilvitað um málið og vilja geva tí tær bestu sømdir og styrkja støðu tess. Harumframt hevur lærugreinin føroyskt serstøðu í mun til aðrar lærugreinir at kalla á øllum stigum í undirvísingarskipanini. Fundirnir, sum nevndin hevur havt við skúlafólk og myndugleikar18, bera boð um ein sera jasøgnan og tilvitaðan hugburð til føroyska málið á øllum stigum í skúlaverkinum. At nógv er at gera og framvegis kann verða gjørt til tess at bøta um heildarstøðu málsins hjá tí uppvaksandi ættarliðinum, eru flestøll samd um. Eingin ivi er um, at skúlaleiðslurnar raðfesta spurningin sera frammarlaga. Sum heild verður hugsað nógv um støðuna hjá føroyskum, og leiðslurnar síggja vandan fyri málsligum økismissi, verða munagóð tiltøk ikki framd. Lesingin í vanda Eitt av stóru vandamálunum í føroyska fólkaskúlanum er, at næmingarnir hava ov lítlan hug at lesa. Tað at lesa bókmentir, eisini í frítíðini, verður frá skúlans síðu mett at hava avgerandi týdning fyri andligu menningina. Tí má fyrsta og fremsta uppgávan hjá skúlamyndugleikunum vera aftur at vekja áhugan hjá næmingunum at lesa, eisini fagurbókmentir. Vit mugu broyta hugsan, so at næmingarnir fáa meira lesnað á føroyskum at velja í, umframt meira spennandi og áhugavert tilfar at lesa. Føroyskur ungdómur er, eins og ungdómur aðrastaðni, sera kræsin, eisini tá ið tað snýr seg um at velja lesitilfar. Tí hetta hevur nýggja tíðin lært hann, at hann skal vera. Ein kanning,19 sum Solveig Debess lærugreinaráðgevi í donskum gjørdi á vári 2006, vísir, at føroysk børn í aldrinum 10-16 ár sum heild lesa nógv minni enn javnaldrar teirra í Norðurlondum. Kanningin vísir harumframt og m.a., at - gentur lesa nógv meir enn dreingir - á øllum aldursstigum - mest verður lisið, tá ið næmingarnir ganga í 6. flokk - føroysk børn og ung lesa sjáldan - tey lesa fáar bøkur - tær flestu bøkurnar, tey lesa, eru á føroyskum - í bólkinum av yngri næmingum telist eingin føroyskur rithøvundur millum 10 teir best umtóktu - í bólkinum av eldri næmingum teljast tríggir føroyskir rithøvundar millum 10 teir best umtóktu. Í niðurstøðuni verður spurt, hvørt tað er nøktandi, at føroysk børn og føroyskur ungdómur lesa o.u. eina bók um mánaðin, og at hetta er væl niðan fyri tað stigið, sum javnaldrar teirra í skandinavisku londunum eru á, tá ið bókmentir verða lisnar í frítíðini. Sjálv kanningin sigur einki um, hvørjar orsakirnar til støðuna møguliga kunnu vera. Mett verður, at orsakirnar kunnu vera fleiri, m.a. - at lutfalsliga fáar bøkur á móðurmálinum eru at velja í 18 Sí brotið Fundir við avvarðandi á undirvísingarøkinum á bls. 29. Færøske børn og unges læsevaner: Hvor ofte, hvor mange og hvilke bøger læser færøske børn og unge i 4.-10. klasse? - En undersøgelse af læsevaner i fritiden, Solveig Debess, Master i Børnelitteratur, Sommereksamen 2006. 19 35 - at næmingarnir ofta skulu lesa fremmandamál fyri at lýsa eitt ávíst evni at langt er á mál, til tess at føroysk børn altíð kunnu fáa fatur á eini bók um øll hugsandi evni á móðurmálinum at næmingarnir ikki sleppa nóg lættliga fram at teimum bókum, sum annars eru at næmingarnir eru seinir at "læra koduna" og tí ikki rættiliga koma í gongd at lesa at nógvir næmingar koma úr heimum, har bøkur og lesnaður ikki eru siðvenja Í kanningarniðurstøðuni vísir Solveig Debess á, at í einum samfelag sum okkara má skúlin virka sum ein mentanarmiðdepil, har børnini verða eggjað til og stimbrað at lesa, at tey eisini fáa hug at lesa meira í frítíðini. Hin einstaki skúlin skal fremja ein stinnari og miðvísari leiklut í royndunum at læra næmingarnar at lesa og at miðla bókmentir. Hetta gerst bert, um skúlin fær økt tilfeingi at arbeiða við, eitt nú fleiri tímar til móðurmálsundirvísing, vælvirkandi skúlabókasavn og áhugaðar og kveikjandi lærarar og skúlabókavørðir. Í niðurstøðuni mælir Solveig Debess til at seta í verk lesiátøk, sum serliga eru vend móti ávísum aldursbólkum, t.d. 4. flokki, har málið kundi verið at økt um lesingina við einum triðingi eitt nærri ásett tíðarskeið. Tiltøkini skulu sjálvandi verða eftirmett, eitt nú við eini nýggjari kanning um lesivanar um eini trý, fýra ár. Víst verður á týdningin av at taka foreldrini við upp í arbeiðið, tí hugburðarbroytingar heima við hús skulu til, skal eitt lesiátak av slíkum slag eydnast. Fólkaskúlalógin Krøvini viðvíkjandi móðurmálsfrálæruni í fólkaskúlanum eru fest á blað í fólkaskúlalógini.20 Um endamálið stendur í 2. grein: "Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini. Stk. 2. Fólkaskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum. Stk. 3. Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði". Lógarteksturin er lítið ítøkiligur, men neyvari ásetingar eru at finna í Leiðbeinandi lesiætlan fyri fólkaskúlan. Yrkisligur partur, sum nú fer at verða fimtan ára gomul, og í teimum lesiætlanum, hvør einstakur skúli hevur evnað til innan fyri teir karmar, Leiðbeinandi lesiætlanin setur. Hetta er annars fyrstu ferð í føroyskari skúlasøgu, at ein samanhangandi lesiætlan frá 1. til 10. flokk er gjørd. Størri samskipan Ein høvuðsvansi viðvíkjandi skúlaverkinum tykist vera, at lítil samskipan er millum høvuðsliðirnar í skipanini - millum dagstovnspartin og skúlabyrjan, millum fólkaskúla og miðnámsskúla og 20 Løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við Løgtingslóg nr. 64 frá 7. juni 2007. 36 millum miðnámsskúla og hægri lestur - og hugsa vit um fólkaskúlan, sakna skúlafólk eisini samskipan millum grunddeild og miðdeild og so aftur millum miðdeild og framhaldsdeild. Ein samskipan millum høvuðsliðirnar í undirvísingarverkinum fer at seta skúlaleiðslunum og yvirskipaða myndugleikanum óvikandi krøv. Kanska eru hesi krøv ikki nóg greidliga orðað í skipanini sum er, og kanska er tað júst av hesum ávum, at støðan er, sum hon er. Umráðandi er tí, at hægsti myndugleiki og leiðslurnar orða tey neyðugu krøvini og bera so í band, at hesi krøv kunnu verða lokin, eitt nú við at neyðugar játtanir og hóskandi umstøður og karmar verða tryggjað. Í tilmælinum frá PISA-arbeiðsbólkinum, sum var greitt úr hondum á heysti 2006, verður víst á, hvønn týdning tað hevur, at skúlans leiðsla fær stundir til at røkja uppgávu sína og møguleikar at mennast. Leiðslan má vera sjónlig og hava greið námsfrøðilig sjónarmið, sum verða framd í samstarvi við starvsfólk, næmingar, foreldur og avvarðandi myndugleikar. Málsligu lærugreinirnar Í fólkaskúlanum fevndu málsligu lærugreinirnar fram til 1. august 2007 um góð 35% av tímatalinum, náttúrulærugreinirnar um uml. 20%, meðan onnur hugvísindi og samfelagslærugreinir taldu sløk 12%, ítrótt og skapandi lærugreinir áttu so tað, sum eftir var, um 33%. Tilsamans vóru tímarnir í føroyskum frá 1. til og 9. flokk 17,4% av tímatalinum. Frá 1. til 3. flokk varð til 1. august 2007 undirvíst 7 tímar um vikuna í føroyskum. Tímarnir fækkaðu so niður í 6 t/v frá 4. flokki til 6. flokk og niður í 5 t/v frá 7. til 9.flokk. Byrjað verður við donskum 3 t/v í 3. flokki, síðani hækkar tímatalið til 4 t/v frá 4. til og við 9. fl. Enskt byrjar við 2 t/v í 4. flokki, tímatalið økist so til 3 t/v í 5. flokki og 4 t/v frá 6. til 9. flokk. Móðurmálið Verða føroysk skúlahagtøl borin saman við donsk, síggja vit, at 1. august 2007 var tímatalið í móðurmáli í 1.-9. fl. í Danmark 2840 tímar, í Føroyum 2160 tímar - ein munur upp á 680 tímar. Á vári 2007 tók landsstýrismaðurin við mentamálum avgerð um at hækka tímatalið í føroyskum og støddfrøði í 1., 2. og 3. flokki við ávikavist 6, 6 og 4 tímum um vikuna. Hækkingin verður framd í tveimum stigum, soleiðis at skúlaárið 2007/08 hækkar tímatalið við ávikavist 3, 3 og 2 vikutímum og við sama vikutímatali aftur skúlaárið 2008/09. Fyri føroyskt merkir hetta, at vikutímatalið broytist soleiðis: 1. flokkur: 2. flokkur: 3. flokkur: 2006/07 7 7 7 2007/08 9 9 8 2008/09 11 11 9 Ein spurningur, sum henda hækking eigur at fáa okkum at hugsa um, er, hvat ið økta tímatalið verður nýtt til, og hvat undirvísingartilfar er tøkt at nýta í hesum tímum. Føroya Skúlabókagrunnur hevur í hesum sambandi fingið eykajáttan frá Mentamálaráðnum til at gera frálærutilfar til byrjanarundirvísingina. Økta tímatalið í teimum yngstu flokkunum hevur við sær, at tørvur verður á fleiri nýggjum lærarastørvum, samstundis sum stórt trot er á útbúnum lærarum. 37 Tað er greitt, at frálæra í føroyskum er eitt mál í sjálvum sær. Í lærugreinini ogna næmingarnir sær málførleika (bæði munnligan og skrivligan), sum er neyðugur, skulu teir mennast sum borgarar, nema sær framhaldsútbúgvingar og taka lut í arbeiðslívi og samfelagslívi. Føroyskt er samanumtikið bæði mentanarlærugrein, amboðslærugrein og ein lærugrein, sum er við til at mynda samleikakenslu okkara. Í grannalondum okkara staðfesta allar nýggjar lesiætlanir (okkara frá 1993 nevnir tað eisini), at móðurmálið umframt at vera mál í sjálvum sær eisini er støðisførleiki, sum er neyðugur at hava, skulu næmingar fáa nakað burtur úr øðrum lærugreinum. Í øllum lærugreinum skúlans er neyðugt at duga: * at bera fram meiningar sínar bæði munnliga og skrivliga * at lesa * at rokna * at nýta kunningartøkni Allir lærarar eru tí móðurmálslærarar, hóast lærarin í føroyskum hevur høvuðsábyrgd av lærugreinini. Faklærarar hava tískil ikki bara ábyrgd av kunnleikastiginum í lærugreinini, teir undirvísa í, men eisini av málsliga búnanum, nýttur verður í ávísu lærugreinini, íroknað yrkorðunum. Hetta krevur, at allir lærarar umframt at hava skil á sambandinum millum mál og tað at læra, eisini hava kunnleika um tekstir og mál, eisini næmingatekstir og næmingamál. Hugtakið støðisførleiki í øllum lærugreinum krevur, at læraraútbúgvingin lagar seg til henda veruleika og at skipað verður fyri eftirútbúgving á hesum øki. Yvirskipað kunnu vit siga, at uppgáva skúlans móðurmálinum viðvíkjandi er at fáa næmingarnar at skilja * at virði er í móðurmáli, * at samband er millum móðurmál, mentan og tað, tú lærir, * at vit hugsa á móðurmáli * at við móðurmálinum læra vit nýggj hugtøk. Í yngstu flokkunum verður støði lagt undir málsligu menningina, og miðvíst skal næmingurin læra meira um málið, bæði í talu og skrift og á ymsum stigum. Tað er týdningarmikið, at næmingarnir læra, at góður kunnleiki í móðurmálinum og førleiki í tí hevur stóran týdning, og at hetta er grundarlagið undir at læra fremmandamál, t.d. enskt, ja, grundarlagið undir øllum lærugreinum yvirhøvur. Eisini staðfestir nútíðargransking, at hetta, at børn læra at nýta sítt egna móðurmál í øllum lívsins fjøltáttaðu viðurskiftum, styrkir vitbornu menning teirra, tey læra meira, og samleikin hjá tí einstaka verður styrktur. Frálæran í føroyskum skal víðka um talumálið og menna skriftmálið. Tí eru lesiførleiki og hugurin at lesa av størsta týdningi fyri, at lesingin gerst ein uppliving og ein møguleiki fyri nýggjum innliti. Upplestur styrkir fatanina av ljóminum í málinum, og hetta ger, at felagsskapurin upplivir samspælið ímillum málsins form og tess innihald týðiligari. 38 Umráðandi er tí eisini, at børn, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, skulu hava góðar umstøður at læra og menna seg í skúlaverkinum og samfelagnum í síni heild. Móðurmálið er eisini í miðdepli, tá ið hugsað verður um at menna fólkaræðið. Tí krevst, at vit duga at lurta, tala, lesa og skriva. Hesar fýra dygdirnar eru av alstórum týdningi fyri samleikan, umframt møguleikarnar hjá hvørjum einstøkum at menna sín førleika at fata og greina sínar egnu og annarra umstøður. Eru vit grundfest í móðurmálinum, súgva vit í okkum landsins mentan, hinvegin eiga vit í okkum ríkidømi, sum styrkir felagsskapin. Og soleiðis verða fólk trygg við egna mentan, egnan uppruna og egið mál. Tá er lættari hjá hvørjum einstøkum at skoða sjálvan seg og sítt í víðari høpi, og á henda hátt skilja vit betur onnur fólk og aðrar mentanir. Samband er ímillum, hvussu nógv eitt mál verður nýtt í skúlanum, og so hvussu sterkt tað stendur í samfelagnum. Nevndin er samd um, at neyðugt er at styrkja støðuna hjá føroyskum, og tí verður víst á, at stórur tørvur er á kanningum, gransking, greiðum málum og undirvísing sambært hesum, á undirvísingartilfari og -amboðum, umframt dugnaligari umsiting av undirvísingarøkinum sum heild. Tað er at fegnast um, at Landsmiðstøðin skipar fyri lesiátøkum, lesiskeiðum, lesivikum og tílíkum. Eisini skúlabókasøvnini tykjast verða raðfest hægri og hægri í kommunum. PISA-kanningin hevur ivaleyst gjørt sítt til, at ferð er komin á sumt av hesum. Týdningarmikið er at samskipa alt slíkt arbeiði og fáa tað í fasta, regluliga legu, so at ikki rák, tilvild og góði vilji hins einstaka einans verða avgerandi fyri framtíðar dygd. Hjá summum hevur enskt og tað at nýta enskt fingið ein ímyndarligan týdning. Ensk orð verða nýtt í sambandi við málsligt kotuskifti. Ensk orð og máliskur verða blandað upp í málið og brúkt í samrøðum, eisini har eingin útlendingur er til staðar. Málslig kotuskifti hava tað fyri, at tey við tíðini festa seg í málinum. Mælt verður til, at spurningar sum víkja at hesum viðurskiftum verða tiknir fram og umrøddir í undirvísingini í fólkaskúlanum. Lesiførleiki/málslig menning Greið krøv eiga at vera um at lesa fjølbroytt úrval av ymiskum tekstum, gomlum og nýggjum, umboðandi fleiri tekstasløg. Dentur eigur at verða lagdur á, hvønn málsligan førning og førleika hetta gevur. Samfelag okkara eins og grannasamfeløgini eru skriftmálssamfeløg burturav. Ongantíð áður hevur so nógv av skrivaðari og sjónbornari kunning og upplýsing verið atkomulig, eina mest teimum teldutøkniligu miðlunum fyri at takka. Margfeldi av teksti er fastur táttur í gerandisdegnum, bæði hjá børnum og vaksnum, og øll mugu duga at lesa, tulka og fata ymisk sløg av teksti, alt eftir hvat endamálið við tekstinum er. Í slíkum føri er lesiførleikin kanska av enn størri týdningi enn skriviførleikin, hóast nógv bendir á, at lestur og skriving styðja hvørt annað. Ein sannroynd er tó, at tey flestu lesa nógv meira, enn tey skriva. Lesiførleiki merkir, at næmingarnir duga at skilja, brúka og meta um tekstir og soleiðis økja sína vitan og møguleikar at vera við í tí, sum fer fram í skúlanum og samfelagnum sum heild. PISA-undankanningin, sum varð kunngjørd á vári 2006, vísir, at føroyskir næmingar lesa munandi minni í frítíðini enn danskir næmingar. Eins og í øðrum londum lesa dreingirnir minni enn genturnar. Tá ið hugt verður at lesihugi sum heild, er einki reglubundið samband ímillum hetta og 39 lesiførleika í PISA - viðurskifti, sum eru øðrvísi undir ymsum sløgum av lesivirkni. Viðvíkjandi hugi til at lesa mótvegis tí at noyðast at lesa er tað galdandi, at børn í Føroyum lesa sjáldnari av hugi enn børn í Danmark, og vantandi hugurin at lesa er serstakliga galdandi fyri dreingir. Tá ið hugt verður at lesihugi, er eitt sterkt positivt samband ímillum lesihug og góð lesiúrslit í PISA. Í tilmælinum frá PISA-arbeiðsbólkinum frá oktober 2006 verður sagt, at lesihugurin eigur at verða styrktur munandi. Allar royndir vísa, at tað styrkir lesiførleikan hjá børnum og seinni lesihugin, verður lisið fyri teimum, meðan tey eru smá. Tí mugu foreldur og námsfrøðingar lesa nógv fyri børnum. Við at byggja á tann málsliga førningin, børnini hava fingið í dagstovnum og heimanífrá, skal lesiundirvísingin beinanvegin, næmingurin er komin í skúla, geva honum - hug til at lesa og skriva - góðar lesi- og skriviførleikar - góðar lesimátar - góðar lesivanar - og seta í verk eina livandi lesimentan, ið gevur vitan og upplivingar PISA-arbeiðsbólkurin mælti í hesum sambandi til økta tímajáttan í føroyskum fyrstu árini til skipaða lesing, so at førleikin kundi verða styrktur, at framleiða fyrstafloks undirvísingartilfar á føroyskum, at geva út lættlisnar bøkur um viðkomandi daglig viðurskifti á føroyskum, at eggja børnum, ungum og vaksnum til støðugt at lesa sum mest, eitt nú við lýsingarátøkum og øðrum. Við økta tímatalinum til lærugreinina føroyskt trý tey fyrstu skúlaárini er fyrsta stigið tikið. Skriving Næmingarnir eiga at læra fjøltáttaða skriving, ymisk tekstasløg, og ítøkiliga skal verða kravt og lýst, hvat næmingurin skal duga á hvørjum floksstigi. Skrivingin stuðlar lesilæringina, og eftirmeting má tryggja, at krøvini um úrslit verða lokin. Tikið verður undir við tilmælinum frá PISAarbeiðsbólkinum, at allir næmingar í 1. og 2. flokki eiga at skriva hvønn dag í 20 minuttir. Skriviførleiki verður best lýstur sum evnini at handfara tey ymsu løgini av tekstnormum. Tekstnormar fevna her um tekstir á øllum stigum, frá reinari rættskriving til øll hugsandi tekstasløg. Harumframt eru evnini at savna og nýta hesar førleikar á nøktandi hátt í ymsum skriviumstøðum. Her er, sum skilst, um at røða torskiltan og krevjandi førleika, ið setir krøv til motorisku, andligu, málsligu og sosialu evnini. Altjóðagransking vísir, at tað at lesa bókmentir og fyndugar tekstir stuðlar munandi undir skriviførleikan. Tá ið vit lesa, savna vit okkum týðandi vitan um tekstasløg og málsligar orðsnildir. Kunnleikin er tíðum ótilvitaður, men fáast vit tilvitað við tekst og mál, gerast vit eisini meira medvitnir skrivarar.21 Skriving var fyrr ein sjálvstøðug lærugrein í fólkaskúlanum. Nú læra næmingarnir skrivikynstrið sum part av øðrum lærugreinum. Hjá teimum flestu er teldan vorðin fremsta skriviamboðið. Men í mun til telduna, so er handskriftin altíð til taks. Hon er skjót, trygg og álítandi, um hon annars er lesandi. Hon setur eisini sín persónliga dám á tað, sum samskift verður um. Tí skulu næmingarnir framvegis hava møguleika at læra seg eina kvika, týðiliga og persónliga handskrift. 21 Norsk i hundre! Norsk som nasjonalspråk i globaliseringens tidsalder. Et forslag til strategi. Språkrådet 2005, s. 61. 40 Mállæra Føroyskt er eitt mál og harumframt ein lærugrein. Uppgávan hjá fólkaskúlanum er at styrkja og menna tað málið, sum næmingarnir hava við sær heimanífrá. Teir ymsu tættirnir í mállæruni eiga at vera væl fyriskipaðir, soleiðis at næmingarnir lættari síggja og skilja ein bygnað, sum í fyrstu atløgu kann tykjast fløktur. Næmingurin skal kenna samspælið millum tey ymsu málsligu brigdini. Frásøgnin, samrøðan, evnisframløgan og sjálvt orðaskiftið ella kjakið seta ymisk krøv til tann, sum ber fram, og tey, sum lurta. At læra mál er sostatt eitt tvørfrøðiligt evni, og lærarar í ymsum lærugreinum eiga í størri mun at umrøða og viðgera spurningar, ið eru knýttir at málsligu støðuni hjá tí einstaka næminginum. Fólkaskúlin er býttur í tríggjar deildir: 1. undirvísingarpartur (byrjanardeild: 1.-3. flokkur), 2. undirvísingarpartur (miðdeild: 4.-7. flokkur) og 3. undirvísingarpartur (framhaldsdeild: 8.-10. flokkur). Krøvini til hesi stig skulu gerast greið.22 Skilagott er at hava felags lesiætlan fyri alt landið ella høvuðskarmar, sum eru greiðir. Lesiætlanin skal vera sambærlig á øllum stigum, líka neyvar lýsingar og ítøkilig krøv mugu vera til, hvat skal lærast á hvørjum stigi við støðugari eftirmeting, so at allir næmingar fáa góðan málsligan førleika. Tilboð mugu vera til teir næmingar, sum ikki læra so væl. Læruháttaløg og lærustílar kundu verið eitt amboð til at fáa allar næmingar við. Tryggjað verður, at samsvar er millum undirvísing og tær royndir, sum hildnar verða ígjøgnum allan fólkaskúlan. Samskipan má verða fingin í lag millum framhaldsdeild fólkaskúlans og miðnámsskúlastig, soleiðis at alt skúlaverkið dregur eina línu, og at einki ivamál skal vera um, at málburður og rættskriving altíð hava týdning í allari skriving.23 Neyðugt kann verða at seta toymi ella nevndir við serkønum fólki at greina og lýsa tey ymsu førleikastigini í útbúgvingarskipanini við tí greiða endamáli at vísa á, hvussu stigini í verki byggja hvørt á annað, og hvussu ein virkin menningargongd best verður tryggjað. PISA-undankanningin, ið gjørd varð í Føroyum 2005 og kunngjørd á vári 2006, vísir á eina aðra møguliga orsøk til tann vánaliga lesiførleikan hjá teimum, sum fóru úr 9. flokki 2005. Kanningin sigur m.a., at samsvar er millum lesiførleika og ta tíð, sum næmingarnir nýta til heimaarbeiði (fyrireiking) í móðurmálslærugreinini. Slík úrslit eiga allar at sær komnar skúlaleiðslur og foreldur við at taka til sín. Eftir at vánaliga úrslitið frá PISA-undankanningini varð kunngjørt, hava flestir fólkaskúlar sett fram ynski um eina felags almenna lesiætlan, ið teir kunnu halda seg til. Higartil hevur ovasti skúlamyndugleikin ikki hildið tað vera neyðugt, at allir fólkaskúlar í landinum skulu halda seg til nett sama innihald í undirvísingini. Nevnd er sett at gera felags leist fyri, hvussu bygnaðurin í lesiætlanunum skal síggja út. Fyrst í komandi ári verða settar undirnevndir ið gera uppskot til ítøkiligu lesiætlanirnar, ið skulu koma í gildi 1. august 2008.24 22 Til at lýsa hetta verður víst til munin millum brotini um mállæru: 4.2.2, 6.2.2 og 8.2.3: Fólkaskúlin. Leiðbeinandi lesiætlan. Yrkisligur partur, Føroya Skúlabókagrunnur 1993 23 Mett verður t.d. at Rættingarreglur fyri 9. flokk, kunnu elva til, at næmingurin ikki hugsar um rættskriving, tá ið hann skrivar stíl. 24 Sí tilmæli frá PISA-arbeiðsbólkinum, umframt úrslitið frá PISA-kanningunum á http://www.mmr.fo 41 Málsligir minnilutar Altjóðagerðin eigur at fáa okkum at hugsa um tær avmarkingar, ið málsligum minnilutum kunnu verða fyri í undirvísingarskipanini. Enn er trupulleikin kanska ikki so ovurhonds stórur, men vit síggja hann kortini. Í føroyska skúlaverkinum eru næmingar á øllum stigum, sum ikki hava undirvísingarmálið (føroyskt) sum móðurmál. Í mun til teirra, sum hava undirvísingarmálið sum móðurmál, eru tey, ið hava annað mál sum móðurmál, munandi verri fyri og fáa sostatt nógv minni burtur úr undirvísingini. Kanningar benda á, at børn ið ikki hava móðurmálið sum undirvísingarmál, eru málsliga stødd tvey til trý ár aftan fyri javnaldrar sínar, tá ið tey røkka skúlaaldri. Annars eru hesi børn í andligari menning á sama stigi. 42 Fólkaskúlin - tilmæli * Øll undirvísing fer fram á føroyskum, eins og allar próvtøkur verða hildnar á føroyskum. * Undirvísingartilfar á føroyskum skal verða tryggjað í øllum lærugreinum. Lagt verður upp fyri, at hetta tilfar verður endurnýggjað 5. hvørt ár. * Kommunurnar skulu lata eins stóran part og landið letur til skúlabókaútgávu. Skúlarnir fáa síðani tilfarið, sum kemur út, sendandi ókeypis. * Til tess at styrkja støðuna hjá føroyskum í samfelagnum sum heild er neyðugt eisini at styrkja lærugreinina føroyskt í fólkaskúlanum. Eitt nú verða kanningar settar í verk, sum hava til endamáls at lýsa støðuna á ávísu økjunum betur og vísa á ítøkiligar tørvir, ábøtur og møguleikar fyri menning. * Lesiætlan fyri føroyskt á øllum stigum í undirvísingarskipanini verður samskipað við greiðum og ítøkiligum málum og krøvum til hvørt stig. Ábyrgdin fyri tey ymsu stigini má verða staðfest, og flytingin millum ymisku stigini í undirvísingarskipanini løgd til rættis, so at øll draga eina línu. * Lærugreinaráðgevingin í føroyskum í fólkaskúlanum verður styrkt, so at lærugreinin verður ment og dagført undirvísingartilfar útvegað. * Undirvísingartilfar til føroyska skúlan verður gjørt, og í tí sambandi verður málgransking og onnur gransking á hesum øki sett í verk. Mál og mið verða sett hesum viðvíkjandi. * Økt játtan til barna-, ungdóms- og skúlabøkur, umframt undirvísingarforrit og fløgur við tí endamáli, at styrkja støðu málsins sum heild og menna tilvit og áhuga barnanna fyri móðurmálinum. * Serlig tilboð verða tryggjað teimum, ið ikki hava fingið frálæru í føroyskum, eitt nú útlendskum næmingum og teimum føroyingum, sum einans hava gingið í útlendskan skúla. * Til hagtøl í sambandi við undirvísingarverkið verður skipaður grunnur, sum skal útvega skúlaleiðslum, myndugleikum og øðrum áhugaðum upplýsingar og vitan at nýta í menningini og tilrættisleggingini av útbúgvingarverkinum sum heild. Hagtalagrunnurin skal vera fyri øll stig í skúlaskipanini. * Almenn játtan verður sett av til at leggja føroyska talu og/ella tekst inn á útlendskar filmar, ið eru ætlaðir børnum og ungdómi í skúlaaldri. 43 b. Miðnámsskúlin Vanliga verður greitt skilt ímillum fólkaskúla og miðnámsskúla. Tó eru tað í báðum førum grundútbúgvingar, sum í stóran mun eru knýttar hvør at aðrari og eru ein treyt fyri, at hildið kann verða fram í útbúgvingarskipanini. Í framtíðini fara vit óivað at síggja enn meira til samskipan millum fólkaskúla og miðnámsskúla. Miðnámsútbúgvingarnar kunnu verða flokkaðar í tvær deildir. Felags fyri tær er, at tær fevna um í mesta lagi 3 ára ástøðiliga útbúgving: 1. Útbúgvingar, sum eru fortreyt fyri at kunna fara undir hægri akademiskan lestur, ella útbúgvingar, ið kunnu vera grundstøði undir hægri akademiskum lestri. Tímatalið í móðurmáli er hetta: HF-skeið (2 ára útbúgving): Studentaskúli (3 ára útbúgving): Handilsskúli (3 ára útbúgving): Fiskivinnuskúli (3 ára útbúgving): HT (Tekniski Skúli í Klaksvík, 3 ára útbúgving) 4 + 4 t/v 4 + 3 + 5 t/v 4 + 4 + 4 t/v 4 + 4 + 4 t/v 4 + 4 + 4 t/v 2. Útbúgvingar, sum eru ástøðiligur partur í handverkaraútbúgving: Tímatalið í móðurmáli er hetta: Tekniskur skúli: - SIT (1 ella 2 ára útbúgving) - Lærlingaútbúgving (verklig og ástøðilig útb. 4 ár) 140 t. í føroyskum 80 t. í føroyskum Miðnámsskúlarnir hava eingi hagtøl at halda seg til, tá ið undirvísingin verður skipað og løgd til rættis. Kunnleikastigið í føroyskum hjá teimum, ið byrja hesar útbúgvingar, er misjavnt, yvirhøvur ov lágt, bæði tá ið hugsað verður um lesi- og skriviførleika og mállæru. Sum er, verður innihaldið í undirvísingini tryggjað við kunngerðum um tær ymsu útbúgvingarnar. Nógvar av kunngerðunum eru rættiliga gamlar, og áneyðir eru at endurskoða tær. Nýggja álitið um Endurskoðan av gymnasialu útbúgvingunum25 leggur dent á, at samskipan millum fólkaskúla og miðnámsútbúgving skal hava fyrilit fyri gymnasialum útbúgvingum eins og yrkisútbúgvingum. Sagt verður, at faklig krøv og arbeiðshættir í fólkaskúlanum skulu samskipast betur sambært teimum krøvum, sum verða sett í miðnámsútbúgvingunum. Í álitinum verður eisini víst á, at Mentamálaráðið hevur tikið stig til, at allar námsætlanir frá 1. flokki til 3. árið í einari gymnasialari útbúgving verða orðaðar av nýggjum. Ein av teimum stóru broytingunum verður, at í undirvísingini skal verða lagdur dentur á lestrarførleika heldur enn bert at hugsa um pensum. Áhugavert í hesum sambandi er, at neyðugt verður at geva sær far um stigvøksturin, frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda, frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Hetta setur krøv um neyvt tilrættislagda undirvísing og er somuleiðis ein treyt fyri, at ásettu málunum verður rokkið. 25 Álitið varð handað mentamálaráðharranum 10. september 2007, fæst sum pdf-fíla á http://www.mmr.fo/ 44 Sum dømi kann verða nevnt tað toymisarbeiðið, ið mælt verður til í álitinum, sum hevur til endamáls at menna dygdina í undirvísingini, og sum skal tryggja eitt felags útgangsstøði og eina felags fatan av endamálinum við undirvísingini. Mælt verður til at skipa tvey sløg av toymum - flokstoymi og lærugreinatoymi. Flokstoymini skulu savna seg um flokkin og taka sær av felags uppgávum sum eitt nú ráðlegging, virksemisætlan, eftirmeting, vegleiðing og menning. Lærugreinatoymini skulu taka sær av tvørfrøðiligum samstarvi millum lærugreinirnar, tað veri seg millum mállærugreinir og millum breytalærugreinir. T.d. skulu mállærugreinir, sum samstarvað verður um, verða umboðaðar av føroyskum og í minsta lagi einum fremmandamáli. Samstarvið skal tryggja ein felags grundvøll, sum er felags ástøði, frøðimál, arbeiðs- og greiningarhættir o.s.fr. Samstarvið skal styrkja málfatanina og gera okkum leys av, at óneyðug tíð og orka verða brúkt til, at lærugreinir arbeiða avbyrgt við tað sama.26 At seta sær mál og mið av slíkum slag er heilt víst ein røtt leið at ganga. Latið verður upp fyri tvørgreinaligum samstarvi, har lyft verður í felag. Samstundis mennir og styrkir hetta frálæruna, sum eisini gerst munandi virknari, sum frá líður. Í summum miðnámsskúlum verða, sum nú er, um 20% av tímunum hildnir á øðrum máli enn føroyskum (helst á donskum). Danskmæltir og aðrir útlendskt mæltir lærarar verða settir í starv aftan á tvey ára royndartíð, men einki krav er um, at hesir lærarar taka serskeið í føroyskum. Við tí endamáli at undirvísingin skal fara fram á føroyskum, eiga útlendskir lærarar at fáa tilboð um skeið í føroyskum máli við løn, t.d. svarandi til tað skeið, ið fólkaskúlalærarar við útlendskum prógvi skulu hava, til tess at verða settir í fast starv. Sum meginregla eigur øll undirvísing at fara fram á føroyskum, og allar próvtøkur at verða hildnar á føroyskum. Undirvísingartilfar Undirvísingartilfarið til miðnámsskúlarnar er at kalla alt á øðrum málum enn føroyskum - leysliga mett 80%, alt eftir hvønn skúla hugsað verður um. Hetta lýsir rættiliga væl støðuna hjá føroyska málinum í undirvísingarverkinum og er ein tann størsti trupulleikin, ið skúlin hevur at dragast við. Við einari nýggjari miðnámsskúlaskipan, ið hevur dyggari kjølfesti í føroyska samleikanum enn tann gamla, eigur harumframt meira orka at verða løgd í at styrkja støðuna hjá føroyskum máli á hesum øki. Við føroyskum undirvísingartilfari til allar lærugreinir á miðnámsskúlastigi hevði føroyskt mál vunnið nýggj øki, serstakliga viðvíkjandi yrkorðum í øllum hugsandi lærugreinum, og sostatt styrkt støðu sína munandi. Í lærugreinini føroyskum vantar harumframt tilfar til nýggj øki og tekstasløg, sum eitt nú viðger og umrøðir sjónborin tekstasløg serstakt. Vantandi undirvísingartilfar á føroyskum ger, at tað fellur lærarum tungt yvirhøvur at undirvísa í lærugreinini. Vanliga verður mett, at lutfallið millum fyrireikingartíð og undirvísingartíð er 1:1. Í lærugreinini føroyskum verður lutfallið mett at vera 2:1 og stundum 3:1. Hetta kemst eina mest av, at lærararnir sjálvir mugu gera og fyrireika næstan alt undirvísingartilfarið, ið teir nýta. Eisini vantar undirvísingartilfar til teirra, sum ikki hava gingið í føroyska fólkaskúlan. Tað kunnu vera útlendingar og børn hjá føroyingum, sum hava lisið og starvast uttanlands og sum koma til Føroya at ganga í miðnámsskúla. Eitt hugskot hevði í hesum sambandi verið at fingið í lag undirvísingartilboð á alnetinum. Her skal verða nevnd heimasíðan Icelandic Online, sum háskúli Íslands umsitur, ið kundi verið fyrimynd fyri einari Faroese Online-heimasíðu.27 26 27 Endurskoðan av gymnasialu útbúgvingunum, Álit 2007, s. 39-41. Sí http://www.icelandic.hi.is 45 Mállæruparturin má verða styrktur Lærugreinin føroyskt má verða styrkt viðvíkjandi málsliga partinum, sum í lærugreinini føroyskum m.a. eigur at fevna um talumál, skriftmál, málføri, samfelagsmálmunir, stíl, umframt formliga mállæru og málsligt fjølbroytni o.s.fr. Næmingarnir eiga at læra at skriva ymisk tekstasløg og somuleiðis at lesa fjølbroytt úrval eftir føroyskar rithøvundar til tess at fáa gott innlit í ymisk málbrigdi og til at styrkja skrivingina. Eisini eiga próvtøkur og próvtøkuformar at verða dagførd. Nýggj miðnámsskúlaskipan er sum nevnt á veg, og tað at fyrilit verður tikið fyri móðurmáli og móðurmálslæring skal síggjast aftur á øllum stigum í eini slíkari dagføring - ikki minst í próvtøkum, sum eru eggjandi fyri læringina hjá næmingunum. Styrkja fakligu krøvini Fakligu krøvini, ið sett verða lærarum, sum undirvísa á miðnámsskúlastigi í føroyskum, eru sambært Mentamálaráðnum fólkaskúlalæraraprógv á summum stigum (t.d. í tekniskum skúlum) og exam.art prógv (2 ára akademisk útbúgving) á flestum skúlum (t.d. studentaskúla og HF-skeiði). Í framtíðini má væntast, at kravið til at undirvísa í føroyskum á miðnámsskúlastigi verður BA- ella MA-prógv í føroyskum frá Fróðskaparsetrinum. Lærararnir, sum undirvísa á studentaskúlastigi, eru fakliga væl fyri. Tó áttu møguleikarnir fyri eftirútbúgving at verið munandi betri. Bæði í Íslandi og í Danmark verður nógv gjørt burturúr at eftirútbúgva lærarar. Javnan verður skipað fyri skeiðum og ráðstevnum til tess at halda við líka og styrkja fakliga førleikan. Ein bati hevði eisini verið, um útbúgvingarnar hjá teimum, ið undirvísa í føroyskum, vórðu uppstigaðar til BA ella MA, og um meira samstarv hevði verið við Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Miðnámsskúlarnir hava einans setursútbúnar lærarar at velja í, tá ið tað snýr seg um undirvísingina í føroyskum, og teir halda, at ov lítið samsvar ofta er ímillum tað, sum undirvíst verður í á Fróðskaparsetrinum í føroyskum, og tað, sum kunngerðin um studentaskúlarnar mælir til. Uppgávur og ritgerðir á miðnámsskúlastigi verða at kalla bara skrivaðar á føroyskum. Tó hava skúlaleiðslurnar heimild at geva undantaksloyvi, so at uppgávur kunnu verða skrivaðar á øðrum máli enn føroyskum. Hetta er bert, tá ið týðandi grundir tala fyri tí, eitt nú tá ið tann, sum skrivar, ikki hevur føroyskt sum móðurmál. Førleiki, vitan og kunnleikastig Sum heild standa skúlaleiðslurnar ivasamar í spurninginum um vitanar- og kunnleikastigið hjá heildini av næmingum, sum byrja í miðnámsskúlunum. Torført er at siga, hvør støðan hjá ymsu skúlunum/stovnunum er, men samanumtikið verður latið illa at. Skúlaleiðslurnar tykjast heldur vilja savna seg um støðuna/førleikan hjá tí einstaka næminginum og so laga undirvísingina eftir tí. Eingi ávís mið eru at síggja, sum kunnu vera við til at tryggja heildini eitt ávíst kunnleikastig. Her verður eitt nú hugsað um krøvini, ið áttu at verið sett leiðslunum allan vegin upp ígjøgnum skipanina, eitt nú til leiðsluførleika og -menning. Vantandi skipan/samskipan Spurningurin um, hvussu innihaldið í undirvísingini í føroyskum verður valt og skipað, er í fyrsta lagi settur við tí í huga at fáa at vita, um tað finst ein savnað ella samskipað tilrættislegging av undirvísingini í føroyskum í fólkaskúlanum. Sum skilst av svørunum, bendir einki á, at nøkur samskipan er. Í roynd og veru leggja skúlarnir (einstøku lærararnir sjálvir) hvør í sínum lagi til 46 rættis og gera av, hvat innihaldið skal vera. Alt hetta skal tó samsvara við tær lesiætlanir, sum eru galdandi á teimum ymsu skúlastigunum, og tær kunngerðir, ið annars galda og eru góðkendar av leiðslu skúlans og skúlamyndugleikanum. Næmingarnir skulu lesa væl meira Flestir spurningar, ið settir eru miðnámsskúlaleiðslunum, taka støði í undirvísingini í føroyskum. Tað er eisini galdandi fyri spurningin um vitanar- og kunnleikastigið hjá næmingunum. Kortini tykist førleikin hjá næmingunum, t.d. lesiførleikin, at vera eins avmarkaður fyri allar lærugreinir. Flestar skúlaleiðslur meta tann avmarkaða lesiførleikan hjá næmingunum at vera ein tann størsta trupulleikan í allari undirvísingini. Næmingar duga ov illa at lesa, og av tí sama tíma teir ikki at lesa. Hetta er tíverri ein gongd sum hevur lyndi til at styrkjast av sær sjálvari, og av tí sama verður ov lítið lisið. Tí skulu setast í verk tiltøk, sum kunnu eggja næmingunum til at lesa væl meira. Eitt av týdningarmestu einstøku tiltøkunum á hesum øki er at fáa gjørt og givið út undirvísingartilfar til allar lærugreinir miðnámsskúlans á føroyskum. Kringvarpið við í málsligu menningini Eitt úrval av fyndugum og viðkomandi undirvísingarsendingum í kringvarpinum hevði havt gagnliga ávirkan á støðuna hjá føroyskum á hesum málnýtsluøki. Við at lagt seg eftir at gjørt føroyskar sendingar, sum í stóran mun vendu sær til miðnámsskúlanæmingar, hevði Kringvarpið umframt kunnað rokkið einum munandi størri skara av hyggjarum og lurtarum, og soleiðis verið við til at lyft føroyska málið upp á eitt enn hægri stig, bæði í undirvísingini á miðnámsstigi og í samfelagnum sum heild. Rættskrivingin krevur bata Eisini í sambandi við rættskrivingina láta skúlaleiðslurnar illa at. Byrjanarførleikin í skrivligum føroyskum á teimum ymsu stigunum í útbúgvingarskipanini verður mettur at vera ov vánaligur. Trupulleikar eru bæði við rættskriving, setningsbygnaði, málburði og innihaldi. Øktur áhugi at lesa tekstir á móðurmálinum hevði skjótt kunnað bøtt um støðuna viðvíkjandi rættskrivingini. Lesing og rættskriving týðandi amboð Hjálpir ikki at stíla fyri áhugafremjandi tiltøkum, má tað verða sett sum eitt krav í skúlanum, at næmingarnir geva sær sjálvum meiri tíð at lesa tekstir. Umráðandi er at síggja lesi- og skriviførleika sum týdningarmikið amboð í fólkaræðisligu tilgongdini og menningini av samfelagnum sum heild. Tey, sum ikki megna hesar førleikar, fáa ilt við at fóta sær í einum alsamt broytiligum og meira førleikatreytaðum samfelag. 47 Miðnámsskúlin - tilmæli * Øll undirvísing og allar próvtøkur eiga at vera á føroyskum. * Undirvísingartilfar á føroyskum skal verða tryggjað í øllum lærugreinum á miðnámsstigi. Alt undirvísingartilfar skal endurnýggjast fimta hvørt ár. * Lærugreinin føroyskt má verða styrkt málsliga partinum viðvíkjandi. Umstøðurnar hjá teimum, sum undirvísa á miðnámsstigi at fáa sær eftirútbúgving verða bøttar. * Samskipan við móðurmálsundirvísingina í fólkaskúlanum er neyðug, soleiðis at alt skúlaverkið dregur eina línu og at einki ivamál skal vera um, at málburður og rættskriving altíð hava týdning í allari skriving. * Tvørfrøðiligt samstarv skal vera millum málsligu lærugreinirnar, so at føroyskt kann verða grundarlagið undir hinum mállærugreinunum. Tað merkir, at vit mugu gera føroyskt frálærutilfar til lærugreinirnar í fremmandamálum, eisini í donskum. Teldutøkar orðabøkur millum føroyskt og heimsmálini eru eisini ein treyt í hesum sambandi. * Serlig tilboð verða tryggjað teimum, ið ikki hava fingið frálæru í føroyskum, eitt nú útlendskum næmingum og teimum føroyingum, sum einans hava gingið í útlendskan skúla. * Netskúli í føroyskum verður skipaður eftir sama sniði sum t.d. Icelandic Online, fyri føroyingar uttanlands og tey innanlands, sum ikki hava umstøður at ganga í skúla, og fyri áhugaðar útlendingar. Soleiðis kunnu tey verða betur skikkað at koma inn í føroysku útbúgvingarskipanina. * Kringvarpinum verður veitt eykajáttan til at gera undirvísingarsendingar á føroyskum máli, sum í høvuðsheitum venda sær til miðnámsskúlarnar. Her verður hugsað um bæði týddar sendingar og upprunaligar føroyskar. 48 c. Hægri útbúgvingar og gransking "Alheimsgerðin kennir eingi mørk. Hon er markleys. Teir málsligu marknagarðarnir eru niðurrapaðir og stundum heilt burtur. Mørkini eru viknað ella burtur. Alheimsgerðin hevur ongantíð bankað so hart á dyrnar sum nú, og tí kunnu vit ikki látast, sum um vit ikki hoyra dukini. Hurðin verður í øllum førum opnað, antin innanífrá ella uttanífrá. Gera vit tað ikki, gera onnur tað fyri okkum. Tað nyttar ikki at læsa, tí so verða vit taparar. Nei, harafturímóti eiga vit at opna hurðina fyri enskum, samstundis sum vit innanveggja leggja alla orku í at styrkja móðurmál okkara. Í grundini eru ongar dyr og eingi mørk; í kunningarsamfelagnum eru allar byrgingar burtur, tað er frí atgongd. Tí mugu vit styrkja norðurlandamálini og føroyskt, samstundis sum vit læra enskt væl og virðiliga. Vit mugu brynja okkum til hart stríð á tveimum hermótum: bæði at geva teimum norðurlendsku tjóðarmálunum góð kor, samstundis sum vit mugu læra okkum at liva við, at enskt er allastaðni og alla tíðina. " Brot úr ráðstevnufyrilestri hjá Jógvani í Lon málfrøðingi á ráðstevnuni Frændafundi, í Tórshavn í august 2001. Tey øki í samfelagi okkara, sum eru eina mest merkt av altjóðagerðini, tá ið um málið ræður, eru vinnulív og marknaður (her uppií undirhaldsídnaðurin), umframt hægri útbúgving og gransking. Vinnan og marknaðurin, sum fevnir um at kalla allar føroyingar, eru tey øki í samfelagnum, har altjóðagerðin setur síni sjónligastu spor. Men hægri útbúgving, gransking og vísindi sum heild eru at kalla í somu støðu, hóast hetta kann tykjast at hava ein minni týðandi leiklut í føroyska samfelagnum. Líta vit fram í tíðina, er ikki torført at ímynda sær, hvønn týdning hægri útbúgving og gransking kunnu fara at hava fyri tað føroyska samfelagið, sum nú stendur á gáttini inn í vitanarsamfelagið. Við teimum útlitum sum eru, fer hetta samfelagsøkið meira enn higartil at mynda føroyska mentan og andlív í víðastu merking. Støðan hjá føroyskum í teimum hægru útbúgvingunum er sterk. Á øllum stovnum verður undirvíst at kalla burturav á føroyskum. Einstakir útlendskir lærarar eru, ið undirvísa á øðrum máli enn føroyskum, eina mest donskum. Á Læraraskúlanum eru t.d. tríggir lærarar (av 25), sum undirvísa á donskum. Á Fróðskaparsetrinum er støðan lík. Flestallir lærarar eru føroyingar og undirvísa sostatt á føroyskum. Útlendskir lærarar eru knýttir at stovninum, og teirra frálæra fer sum oftast fram á teirra egna máli, í mestan mun á einum skandinaviskum máli ella enskum. Onkuntíð kemur fyri, at torført kann vera at finna próvdómarar at døma studentauppgávur, sum bæði hava nóg góðan fakligan førleika og skilja føroyskt til fulnar. Á Fróðskaparsetrinum meta tey hetta sum eina avbjóðing, ið vit sum lítil tjóð hava at stríðast við meira enn tey størru londini. Føroyamálsdeildin varð í síni tíð sett á stovn við tí í hyggju at undirvísa í føroyskum og granska føroyskt mál, bókmentir og mentan sum heild og gera tað á føroyskum. Hetta sær deildin sum ein lið í arbeiðinum fyri økisvinningi hjá móðurmálinum. Hetta skuldi tryggjað, at móðurmálið varð nýtt á øllum stigum í útbúgvingarverkinum, og harumframt at móðurmálið varð granskað á sama hátt, sum onnur mál verða granskað. Deildin hevur arbeitt við at bøta um undirvísingartilboðið, og nú ber til at fáa útbúgving á masterstigi á Føroyamálsdeildini. Eitt umráðandi endamál við bæði undirvísingini og granskingini á deildini er at lýsa føroyskt, so sum tað er, herundir eisini støðuna hjá tí í samfelagnum. Hvussu væl og neyvt henda uppgáva verður røkt, er í stóran mun ein spurningur um, um nóg stór arbeiðs- og fíggjarorka er tøk til hetta. Ein treyt fyri at verða tikin upp til lestur á Føroyamálsdeildini er, at tann lesandi hevur føroyskt sum móðurmál ella hevur førleika, ið er samsvarandi tí. Allir fastir lærarar á deildini eru føroyingar og undirvísa sostatt á føroyskum. Útlendskir gestalærarar undirvísa tó á onkrum øðrum norðurlandamáli ella enskum, um teir ikki halda seg duga nóg væl føroyskt. 49 Ein trupulleiki kann vera, at lítið tilfar á høgum akademiskum stigi er til at taka í undirvísingini, og at deildin tí í stóran mun má dúva upp á útlendskt undirvísingartilfar. Henda vansa hava tey eisini í okkara grannalondum, og neyvan ber til at sleppa undan honum. Ein annar trupulleiki kann vera, at vit eru fáment, og at tað avmarkar, hvussu stórt granskingarøki, vit kunnu fevna um. Sagt á annan hátt, at hvør einstakur júst noyðist at fevna so víða, at tað avmarkar møguleikarnar at fara í dýpdina og at serútbúgva seg. Á Náttúruvísindadeildini verða uppgávur í høvuðsheitum skrivaðar á føroyskum, men tær kunnu eisini verða skrivaðar á øðrum norðurlandamáli ella á enskum. Ongar ávísar leiðreglur eru um málnýtslu í sambandi við undirvísing og uppgávuskriving. Tá ið skrivligar próvtøkur eru, verður á uppgávuforsíðuni gjørt vart við, hvat mál kann verða nýtt. Tá ið tað snýr seg um ritgerðir, verður avtala gjørd millum studentar og vegleiðarar. Í náttúruvísinda- og tøknigreinum er ofta trot á føroyskum frøðiorðum. Her snýr tað seg um nógv og ymisk frøðiøki, og orðini eru ómetaliga mong og serstøk á hvørjum av hesum mongu økjum. Náttúruvísindadeildin heldur ikki, at tað er ráðiligt at leggja nógva orku í at gera føroysk orð fyri øll hugtøk, tí útlitini til at tey verða brúkt, eru ikki góð. Á Søgu- og samfelagsdeildini er meginreglan tann, at studentauppgávur verða skrivaðar á føroyskum. Tó kunnu studentar søkja um loyvi at skriva á øðrum máli, eitt nú um teir ikki hava føroyskt sum móðurmál. Undirvísingartilfar er fyri meginpartin á øðrum málum, mest enskum og skandinaviskum, og hetta fær neyvan verið øðrvísi, verður mett. Á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya er undirvísingarmálið føroyskt. Flestir lærarar eru føroyingar, ein dani er, ið undirvísir á donskum, men skilur alt føroyskt. Gestlærarar úr Norðurlondum tosa sítt móðurmál ella enskt. At kalla alt undirvísingartilfarið er á einum skandinaviskum máli, fyrst og fremst á donskum, men eisini á norskum og nakað á svenskum. Harumframt er undirvísingartilfar á enskum. Uppgávuskrivingin á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum er á føroyskum, og alt, tey lesandi gera á skúlanum, fer fram á føroyskum. Í serstøkum førum verður fremmant mál loyvt, m.a. hevur verið loyvt donskum lesandi at skriva uppgávur á donskum. Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum verður ikki undirvíst í føroyskum sum lærugrein. Roknað verður við, at tey, ið søkja inn á skúlan, hava neyðuga førleikan, sum er føroyskt á miðnámsskúlastigi. Lærarar skúlans eru tó leiðbeinarar, eisini í málsligum spurningum. Uppgávurnar verða rættaðar, eisini fyri málsligar villur. Skúlin metir tað vera av stórum týdningi, at tey lesandi duga at málbera seg væl og beinrakið, bæði í talu og skrift. Í kunngerðini fyri skúlan verða krøv sett um málsligan førleika, og gjørt verður vart við, at tað skal telja niður, um skrivaður tekstur er ógreiður ella illa orðaður. Á Læraraskúlanum verða uppgávur í øllum lærugreinum (undantikið í fremmandamálum) skrivaðar á føroyskum, men málslig leiðbeining er eingin, tá ið lesandi skriva uppgávur, og málsligi búnin telur ikki við, tá ið próvtøl verða givin í øðrum lærugreinum enn móðurmálinum. Í einstøkum førum kunnu vit staðfesta beinleiðis økismiss, t.d. á Vinnuháskúlanum, har føroyskt heilt er burtur í maskinmeistaraútbúgvingini (næmingar hava enskt 5 t/v í 1. lestrarhálvu av 6 og 6 t/v 2. lestrarhálvu av 6) og tímatalið væl lækkað í navigatørútbúgvingini, tað er nú 3 t/v í fyrstu av 6 lestrarhálvum (næmingarnir hava enskt allar seks hálvur: 5, 6, 7 t/v). Orsøkin til hetta eru herd ES-krøv og altjóðakrøv, sum krevja hægri tímatal í enskum. Sjálvsagt eiga vit at fylgja 50 altjóðakrøvum, ið sett verða á hesum økjum. Tó eiga vit at hava í huga, at hetta eru útbúgvingar, har málsligi førleikin hjá teimum lesandi ofta er veikur. Kunnleikin í føroyskum eigur at verða væl gróðursettur longu í fólkaskúlanum, men vit mugu tó ásanna, at málsliga menningin heldur fram á seinni útbúgvingarstigum. Neyðugt kann tí verða at veita størri játtan til fleiri undirvísingartímar í móðurmálinum á Vinnuháskúlanum. Í hægru skúlunum er tímatalið í føroyskum hetta: Sjúkrarøktarfrøðiskúlin: - Sjúkrarøktarfrøðingur (4 ára útbúgving) - Heilsuhjálpari (útbúgving 1 ár) eingir tímar í føroyskum eingir tímar í føroyskum Læraraskúlin: - Læraraútbúgvingin felagsføroyskt 2 + 3 + 3 t/v (til samans 240 t.) føroyskt - valgrein 6 + 6 t/v (til samans 345 t.) til samans 219 t. í trý ár - Námsfrøðiútbúgvingin Føroyamálsdeildin (Fróðskaparsetur Føroya): - BA í føroyskum máli og bókmentum - MA í føroyskum máli og bókmentum 3 ára lestur fulla tíð 2 ára lestur (BA er fortreyt) fulla tíð Vinnuháskúlin: - Maskinmeistaraútbúgving (3 ára útbúgving) - Navigatørútbúgving (3 ára útbúgving) ongar tímar í føroyskum 3 t/v í fyrstu av 6 lestrarhálvum Í Norðurlondum hava júst hægri undirvísing og gransking fingið serliga umrøðu í sambandi við málsligan økismiss. Sum ein lið í kappingini um at verða bestir, og sum part av dygdarmenningini, royna hægru skúlarnir at fáa útlendskar studentar og lærarar. Hetta hevur ofta við sær, at stovnarnir skulu ella eiga at bjóða undirvísing á øðrum máli enn tjóðarmálinum, serliga á enskum, men eisini á øðrum útlendskum máli. Soleiðis er lutvíst eisini hjá okkum. Serliga er tað í sambandi við náttúrulærugreinirnar, at undirvísing og uppgávuskriving eru á enskum, donskum ella øðrum útlendskum máli. Tøl fyri Keypmannahavnar universitet frá 1990 vístu, at næstan 85% av øllum náttúruvísindaligum og læknafrøðiligum greinum vórðu skrivaðar á enskum, og spurningur verður settur, um danskt frøðimál yvirhøvur er til á hesum øki. Fyri hugvísindi vístu tølini, at 59% av greinunum vóru á donskum, 31% á enskum og 10% á øðrum málum. Sumt er, sum bendir á, at tølini fyri Fróðskaparsetrið, serliga í náttúrugreinum, vísa somu gongd. Somuleiðis vísa svensk hagtøl, at enskt í alsamt størri mun verður nýtt á økinum hægri útbúgving og gransking, og í mongum frøðigreinum og -evnum verða ritgerðir og granskingarúrslit útgivin at kalla einans á enskum. Svensku tølini frá 1992 og 2000 vísa, at enskt at kalla burturav verður nýtt í læknafrøði, náttúruvísindum og tøkni. Á hugvísindaøkinum, í gudfrøði og løgfrøði og í ávísan mun í samfelagsvísindum verður framvegis mest skrivað og útgivið á svenskum. Sera sjáldsamt er at 51 síggja týskar ella franskar útgávur í øðrum frøðigreinum enn týskum og fronskum, har eisini onnur mál koma fyri.28 Svensku kanningarnar vísa eisini, at tillagingin til enskmælta undirvísing, bókmentir og útgávur er sera sjónlig, tá ið tað snýr seg um gransking og granskaraútbúgving. Hóast myndin er heldur ógreiðari í samfelagsvísindum, søgu og heimspeki, hevur enskt eisini ein týðandi leiklut á hesum økjum. Samanumtikið verður svenskt als ikki nýtt sum vísindamál í stórum pørtum av svensku universitetunum, og onnur fremmandamál verða so at siga heldur ikki nýtt. Enskt er sambært Mål i mun tað ráðandi vísindamálið í Svøríki. Ein gongd hómast í svenska vísindaheiminum, at enskt verður nýtt í sambandi við rein vísindi og á hægri stigum í útbúgvingini, men at svenskt verður nýtt í sambandi við almannasamskifti og undirvísing á lægri stigi. Á støðisútbúgvingarstigi eru lærararnir ikki hugaðir at økja um undirvísingina á enskum. Teir royna sum longst og í mest møguligan mun at undirvísa á svenskum, og tey lesandi velja undirvísingartilfar á svenskum fram um enskt, tá ið tað ber til. Almenn fatan er, at besta undirvísingin fæst á tí máli, ein dugir best. Undirvísing á øðrum máli (vanliga enskum) ávirkar samskiftið millum lærara og lesandi. Bæði lærarar og lesandi kenna seg vera darvað, tá ið orðaskiftið er á enskum, og umrøðan røkkur ikki sama vísindaliga stigi. Í nevndu svensku kanning vísa nøkur á, at tað ikki einans er samskiftið, ið verður darvað, men eisini læringin, tí tey lesandi fáa ikki ment tankar sínar á egnum máli. Eitt annað, sum svenska kanningin avdúkar, er, at tey lesandi skilja ikki øll svensk frøðiorð. Heldur ikki duga tey at málbera seg rætt skrivliga. Tey duga snøgt sagt ikki tað, sum roknað verður við, at tey skulu duga av svenskum frøðiheitum og máliskum. Bæði lærarar og lesandi yvirmeta ofta førleika sín í enskum. Eitt dømi er søgan um ein professara á Háskúla Íslands, sum tók ímóti tveimum útlendskum lesandi í einum flokki, har tað annars bert vóru íslendingar. Hann var eitt sindur í iva um, hvat rættast var at gera, og spurdi seg fyri í flokkinum. Tað var gaman í at undirvísa á enskum, søgdu íslendsku studentarnir, tí enskt høvdu teir ikki ilt við at skilja. Professarin undirvísti á enskum, og útlendsku studentarnir vóru fegnir við. Tríggjar vikur seinni varð hann varur við, at úrslitini vóru munandi verri, enn tey høvdu verið árið fyri. Í undirvísingini hevði hann verið noyddur at greiða frá somu hugtøkum um aftur og um aftur, og skjótt var greitt, at trupulleikin var málið. Tey íslendsku lesandi dugdu ikki enskt nóg væl til tess at røkka einum góðum úrsliti. Undirvísingin á íslendskum varð uppafturtikin, og teir útlendsku studentarnir fingu eykatímar, har nevndi professari fór ígjøgnum tilfarið saman við útlendingunum á enskum. Lønin hjá íslendskum vísindastarvsfólki verður vigað alt eftir, um tey fáa greinir sínar prentaðar í altjóða vísindatíðarrit. Tað hevur við sær, at vísindagreinir sum oftast verða skrivaðar á enskum. Harumframt nýta hesi vísindafólk eisini ensk frøðiheiti sum grundarlag í øllum sínum fyrireikandi arbeiði. Í nógvum førum fáa íslendsk vísindastarvsfólk nógv minni fyri at prenta greinir sínar á íslendskum. Slík viðurskifti hava týdning fyri áhugan at halda við líka og menna orðfeingið, m.a. íslendsk nýggjyrði, sum eru mett at vera neyðug á teimum ymsu granskingarøkjunum.29 28 Mål i mun - Förslag till handlingsprogram för svenska språket, 2002, s. 81-82. Ari Páll Kristinsson (2001), Utredning om de nordiske språkenes domener og det siste tiårs språkpolitiske ititiativ - Island - for Nordisk ministerråds språkpolitiske referansegruppe. 29 52 Í Noregi er støðan tann sama. Granskarar fáa fyrimunir, verða greinir upptiknar í tíðarrit, ið skrivað eru á enskum. Á at kalla øllum norðurlendskum fróðskaparsetrum verða boðin skeið fyri útlendingar, og vanligt er tá at nýta enskt sum undirvísingarmál. Samstundis velja alt fleiri føroyingar at fara út um Norðurlond at nema sær hægri útbúgving, eina mest til Bretlands. Hetta fær okkum at seta spurningin, um vit málsliga eru nóg væl fyri, tá ið vit fara undir hesar útbúgvingar. Stig eru tikin til at raðfesta frálæruna í enskum hægri, men spurningurin er, um ikki meira krevst at verða gjørt, um hetta veruliga skal muna. Neyðugt verður skjótt hjá føroyskum myndugleikum at taka støðu til, um enskt møguliga eigur at gerast okkara fyrsta fremmandamál heldur enn danskt. Slíkar broytingar eru mentanarkollveltandi og verða ikki lættar at seta í verk eftir stuttari tíð, og ikki kann roknast við, at heilt slepst undan trupulleikum og afturstigum í byrjanini, um ikki ætlan av sovorðnum slag verður framd neyvt og væl skipað. Fróðskaparrit er føroyskt vísindatíðarrit, ið kemur út eina ferð um árið við greinum, sum eru vísindaliga viðmæltar. Tilfarið fevnir um øll granskingarøki, men treytin fyri at vera við er, at evnið er knýtt at Føroyum. Fróðskaparrit kom út fyrstu ferð í 1952 og er síðan komið á hvørjum ári. Seinasta bók, 54. bók, var fyri árið 2006. Í teimum fyrstu 12 ritunum eru allar greinir prentaðar á føroyskum máli. Miðskeiðis í 1960-árunum og úteftir verða eisini greinir prentaðar í Fróðskaparritum á øðrum málum enn føroyskum, eina mest skandinaviskum og enskum. Greinir á útlendskum máli ta fyrstu tíðina hava aloftast útlendingar skrivað. Kortini var tað føroyingur, ið skrivaði fyrstu enskmæltu greinina í Fróðskaparrit. Fyri náttúruvísindini er galdandi, at vísindamálið er enskt, og tí verða alsamt fleiri náttúruvísindaligar greinir í Fróðskaparritum skrivaðar á enskum, eisini tá ið høvundurin er føroyingur. Fyri partar av hugvísindum er tað sama galdandi. Greinir av málvísindaligum og bókmentafrøðiligum slag verða oftast skrivaðar á føroyskum, men eisini á enskum ella skandinaviskum máli. Frøði er sonevnt almannavísindaligt tíðarrit, sum seinastu árini er komið regluliga út tvær ferðir um árið. Í Frøði eru greinir, sum umrøða vísindalig viðurskifti og úrslit, og tíðarritið vendir sær til allar føroyingar. Eisini eru greinir av vísindaligum slag at finna í ritinum. Greinir og annað tilfar í Frøði er alt á føroyskum máli, og ritið hevur sostatt ein týðandi leiklut í royndunum at styrkja føroyskt vísindamál millum manna. Føroyskt Lógarrit er frøðirit, ið umrøðir og viðger føroysk rættarviðurskifti. Fyrsta nummarið kom út í januar 2001, og ritið er komið út regluliga síðan. Í oddagrein í fyrsta nummarinum verður víst á, at tørvurin á einum lógarriti kann ikki undirmetast. Føroyar hava altíð verið egið løgdømi við egnum lógum og dómum. Talið á lógum, dómum og avgerðum, ið bert hava gildi í Føroyum, er stórt. Við nýggju stýrisskipanarlógini eru nú lógir, ið bert eru skrivaðar á føroyskum. Sagt verður eisini, at Føroyskt Lógarrit fer at hava ymist tilfar. Ástøðiligar viðgerðir, lýsingar av vanligum mannagongdum hjá fyrisiting og kærunevndum, umframt fastar tættir av ymsum slag. Í ritinum verða greinir skrivaðar á føroyskum, enskum, donskum og øðrum málum, tó eru tær flestu á føroyskum. Flestir greinskrivarar eru føroyingar, men eisini útlendingar skriva. Eitt slíkt rit er av stórum týdningi fyri føroyska málið og er við til at vinna tí øki og harvið eisini at styrkja støðu tess. 53 Hægri útbúgvingin og granskingin - tilmæli * Sum grundregla er undirvísingarmálið á teimum hægru útbúgvingunum føroyskt. Sama skal galda fyri próvtøkumálið. * Undirvísingartilfar á føroyskum eigur í ávísan mun at verða gjørt og útvegað hægru støðisútbúgvingunum. * Gransking og menning í máltøkni verður raðfest hægri, og tøknin verður tikin við sum amboð í málrøktarstarvinum, munandi meira enn gjørt hevur verið higartil. * Arbeiðið at gera yrkorð verður raðfest, og listar við frøðiorðum verða gjørdir fyri allar frøðigreinir og útbúgvingar. * Føroyskt mál og viðurskifti annars verða granskað í størri mun enn higartil, og henda gransking verður ment og støðugt røkt. Endamálið er eisini at menna móðurmálsundirvísingina á øllum stigum í skipanini umframt at vinna føroyskum enn tryggari støði at standa á. * Fróðskaparsetrið og hægru lærustovnarnir eiga at orða málstevnur, sum greitt taka støði í, at føroyskt er almenna málið í Føroyum. Endamálið er at tryggja málið sum fullkomið og nýtiligt á øllum økjum í undirvísingini og granskingini í føroyska samfelagnum. * Arbeiðið við at gera og umsita orðabøkur eigur at verða styrkt. Orðabókagrunnurin, sum verður lagdur undir Málnevndina, eigur at fáa rúmari heimildir og størri játtan at arbeiða við og skal hava sum høvuðsmál at umsita og samskipa alla føroyska orðabókagerð. * Granskað eigur at verða, hvørja ávirkan alheims KT-menningin (kunningar- og samskiftistøknin) hevur og fer at hava á føroyska málið. 54 d. Undirvísingarmiðlar Tá ið tjóðskaparrørslan í 19. øld tók seg upp, var eitt av aðalmálunum at varðveita føroyskt mál og føroyska mentan. Eitt átak í hesi stremban var at útvega skúlabøkur á móðurmálinum. Lærarar fóru av sínum eintingum at skriva og týða skúlabøkur og barnabøkur og at geva út. Men útgávan av føroyskum skúlabókum var kostnaðarmikil, og við ongum stuðli náddist ikki langt - fáar bøkur komu út fyrra helming av 20. øld. Í 1936 stovnaði løgtingið Skúlabókagrunn, og tingið játtaði grunninum pening. Í 1959 varð sett í gildi løgtingslóg um útgávu av skúlabókum. Endamálið var soljóðandi: "Landsstýrið saman við Løgtingsins Skúlabókanevnd skipar fyri og hevur ábyrgdina av útgávu av skúlabókum. Hesa útgávu verður farið undir beinan vegin, í fyrstu syftu fyri barnaskúlan og síðan fyri hinar hægru skúlarnar." Í 2005 varð sett í gildi løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum. Endamálið er at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar, sum málsliga, námsfrøðiliga og fakliga eru í samsvari við regluverk og lesiætlanir í undirvísingarverkinum. Útgávuvirksemið skal ikki longur bara venda sær til fólkaskúlaøkið, men nú eisini til miðnámsskúlaøkið. Landsstýrismaðurin skipar fyri og hevur ábyrgdina av almennu útgávuni av undirvísingarmiðlum til undirvísingarverkið og ásetur meginreglur fyri útgávuvirksemið. Lógin ásetur, at almenna útgávan av undirvísingarmiðlum verður samskipað í stovni undir landinum, og at landsstýrismaðurin kann áleggja stovninum aðrar uppgávur, sum natúrliga eru knýttar at útgávuvirkseminum. Eisini kann landsstýrismaðurin veita forløgum og einstaklingum stuðul til at gera handrit til skúlabøkur og aðrar undirvísingarmiðlar eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Virksemið hjá stovninum verður fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini og inntøku frá sølu. Játtanin til Skúlabókagrunnin hevur seinastu árini verið (í milliónum): 2003 4.8 2004 4.5 2005 4.7 2006 4.5 2007 5.5 Játtanin til forløg og einstaklingar hevur somu ár verið (í túsundum): 2003 439 2004 508 2005 572 55 2006 603 2007 608 Á Skúlabókagrunninum verður sagt, at roynt verður at nøkta tørvin, har eftirspurningurin og tørvurin eru størstir. Raðfestingin av undirvísingartilfari er fyrst og fremst treytað av talinum á undirvísingartímum, t.e. føroyskt fyrst, síðani støddfrøði o.s.fr. Harnæst verður raðfest eftir skúlastigi: Fólkaskúlin fyrst, síðani miðnámsskúlin og at enda hægri skúlar. Virknir lærarar skriva vanliga undirvísingartilfarið, stundum meðan lærarin er í starvi, stundum hevur hann ávíst tíðarskeið arbeiðsumstøður til at gera undirvísingartilfar burturav. Ofta verður fakligur fylgisbólkur knýttur at verkevninum ella verður heitt á fólk við serligum kunnleika til lærugreinina. Í fyrsta umfari verður kanska mest hugt at fakliga innihaldinum, síðan verður arbeitt við tað námsfrøðiliga og málsliga. Í mongum førum verður í sambandi við útgávur brotið upp úr nýggjum málsliga. Tá ið lagt verður til rættis, verður roynt at hugsa lærugreinina ígjøgnum í síni heild, og tað kann vera sera tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið. Á øllum skúlastigum siga ábyrgdarfólk, at ein tann størsti trupulleikin er vantandi frálærutilfar. Tilfar á føroyskum eigur at verða tryggjað til undirvísingina á øllum stigum: bøkur, onnur undirvísingaramboð, hjálparmiðlar, lærispøl á føroyskum o.a. Í hesum sambandi er eitt lítið máløki altíð í eini serstøðu. Í flestum Norðurlondum er kapping á skúlabókaútgávuøkinum, og tað eru privat forløg, ið kappast, men hesi samfeløg eru í íbúgvatali frá um 100 ferðir so fjølment sum føroyingar (Noreg 4,6 mill., Danmark 5,4 mill.) til 170 ferðir so fjølment (Svøríki 8,5 mill.) Í Íslandi (310.000 íbúgvar) er skúlabókagrunnur á fíggjarlógini, og umframt tað fáa onnur forløg eisini stuðul til skúlabókagerð. Íslendingar nýta í okkara peningi úti við 50 milliónir til undirvísingarmiðlar, føroyingar ein áttandapart av tí. Árliga koma einar 150 nýútgávur út í Íslandi í sambandi við undirvísingartilfar. Føroysku útgávurnar eru íroknað endurútgávur uml. 50. Vanliga bera vit saman fólkatal, tá ið vit bera saman føroysk hagtøl við útlendsk. Í hesum føri ber tað ikki til, tí lítla samfelagið skal til at nøkta tørvin framleiða líka nógvar eindir sum stóru samfeløgini, vit bera okkum saman við. Sum er gjalda vit í fólkaskúlanum um 250 mill. kr. árliga fyri at hava ein lærara inni í hvørjum flokki hvønn tíma. Tað hevði ikki verið órímiligt at nýtt 10%, t.e. um 25 mill. kr. omaná at tryggja sær, at næmingar og lærarar høvdu hóskiligar undirvísingarmiðlar at arbeiða við. Játtanin til undirvísingarmiðlar til miðnámsskúlar og hægri skúlar kundu verið roknað út eftir sama býtislutfalli. Stavnhaldið kundi verið, at alt undirvísingartilfar varð endurnýggjað fimta hvørt ár. So høvdu vit havt dagførdar bøkur at undirvíst eftir, og trýstið frá undirvísingarmiðlum á øðrum málum, mest donskum, hevði linkað. Hetta er tann fíggjarligi parturin. 56 Løggilding er annað mál, sum støða eigur at verða tikin til. Sum er er eingin myndugleiki, sum veitir undirvísingarmiðlum løggildi. Á landsins skúlabókagrunni fær hvørt útgávumál sum nevnt eina fakliga, námsfrøðiliga og málsliga viðgerð. Undirvísingarmiðlar, ið eru framleiddir eftir hesi mannagongd, áttu at fingið løggilding, uttan mun um teir eru framleiddir á landsstuðlaðum almennum forlagi ella á privatum forlagi, ið fær almennan stuðul. Føroya skúlabókagrunnur, sum framleiðir skúlabøkur og aðrar undirvísingarmiðlar, er stovnur undir Mentamálaráðnum. Annar stovnur undir sama ráði er KT-depilin, sum veitir sjálvstøðuga KT-tænastu í skúlaverkinum. Hann umsitur teldupostsadressur hjá næmingum og lærarum ígjøgnum FirstClass skipanina. Depilin bjóðar teimum skúlum, sum vilja, heimasíðupláss og skipar innihaldið í telduvarðaútbúgvingini. KT-depilin skipar fyri útbúgvingum til KT-kort fólkaskúlans og útbúgvingum til KT-kort fyri miðnámsskúlar og hægri skúlar. Ein triði stovnur undir Mentamálaráðnum er Landsmiðstøðin. Landsmiðstøðin er tænastustovnur hjá øllum skúlum og lærarum í Føroyum. Hon kunnar um og lænir út undirvísingarmiðlar, ráðgevur og veitir serkøna hjálp í undirvísingarligum spurningum, skipar fyri eftirútbúgving av lærarum og hevur námsligan verkstað. Í eini tíð, tá ið sjónbornir undirvísingarmiðlar verða alsamt vanligari, tykist lítið vera at ivast í, at tað hevði verið skilagott at lagt hesar tríggjar stovnar saman. Hetta fer at hava við sær, at samstarvið á økjunum hjá teimum trimum stovnunum verður samskipað, og møguleikin fyri samvirknaði er til staðar. Harumframt verður ráðgevingar- og útgávutænastan til alt skúlaverkið í einum fakliga og námsfrøðiliga sterkari umhvørvi á sama stað, og tað ger, at starvsfólkið kann samstarva betur. Somuleiðis verður servitanin á KT-økinum atkomiligari og sterkari á samanlagda stovninum, og neyðugt verður hvørki hjá Landsmiðstøðini ella Skúlabókagrunninum at seta fleiri serkøn fólk umframt at taka sær av hesum uppgávum. Undirvísingartilfar - tilmæli * Játtanin til skúlabókagerð verður hækkað munandi, so at alt undirvísingartilfar - frá fólkaskúla til og við miðnámsskúla - kann verða endurnýggjað fimta hvørt ár. * Undirvísingartilfar á føroyskum verður tryggjað øllum lærugreinum í fólka- og miðnámsskúla. * Kommunurnar skulu lata eins stóran part og landið letur til skúlabókaútgávu í sambandi við fólkaskúlan. Skúlarnir fáa síðani tilfarið, sum kemur út, sendandi ókeypis. 57 e. Eftirmeting og hagtøl Spurningar viðvíkjandi hagtølum eru settir teimum, ið beinleiðis fáast við at leggja til rættis og skipa fyri undirvísingini í skúlaverkinum. Alment er svarað, at eingi hagtøl eru tøk og verða tískil heldur ikki brúkt, tá ið ræður um at leggja undirvísingina til rættis. Undirvísingin verður skipað eftir serstøkum lesiætlanum, sum byggja á tær almennu leiðbeinandi lesiætlanirnar (fyri fólkaskúlan ta frá 1990-93)30 og á tær lógir og kunngerðir, ið galdandi eru fyri hvørja einstaka útbúgving. Spurningurin um hagtøl tykist ikki vera raðfestur serliga frammarlaga í undirvísingarverkinum. Kortini ber til at staðfesta eitt ávíst ynski millum skúlaleiðslurnar um, at hagtøl viðvíkjandi undirvísingarverkinum vórðu raðfest fremri. Hagtøl, sum viðvíkja undirvísingarverkinum, kunnu vera nógv og ymisk. Um vit skulu gera okkum nakra vón um at gera haldgóðar metingar um t.d. dygdina í undirvísingarskipan okkara, mugu vit hava neyv og umboðandi hagtøl at grunda metingarnar á og at samanbera við. Um vit ikki kunnu gera haldgóðar metingar um undirvísingina, minka møguleikarnir at gera eitt fruktagott menningararbeiði á økinum. Vit kunnu altíð royna at bøta um viðurskiftini, men tað er ikki altíð, at tað hevur eina menning við sær. Hugsanin at kunna menna undirvísingarverkið eigur at byggja á hugsjónir og miðvíst arbeiði heldur enn á miseydnaðar royndir. Vitanarsamfelagið, sum vit eru á veg inn í, hevur við sær, at víðfevndar og skipaðar eftirmetingar verða gjørdar av øllum samfelagsins veitingum við jøvnum millumbilum. Hetta eigur eisini at galda fyri undirvísingarverkið. Eftirmett verður við skrivligum og munnligum próvtøkum eftir loknan 9. flokk (fráfaringarroynd fólkaskúlans) og 10. flokk (víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans), somuleiðis eftir miðnámsskúlaskeið og eftir lestur á hægri skúla, har føroyskt er kravt undirvísingarevni. Næmingurin/hin lesandi fær eitt próvtal, men einki fæst at vita um, hvat ið eitt ávíst próvtal eitt ávíst ár stendur fyri mett saman við sama próvtal árið fyri ella fimm ella tíggju ár frammanundan. T.d. veit eingin, hvørt næmingar í eitt nú 9. flokki standa seg betur ella verri í rættskriving nú, enn teir gjørdu fyri 5, 10, 15, 20 árum síðan. Hetta kemst av, at at kalla einki hevur verið granskað á føroyska skúlaøkinum yvirhøvur, og stavnhald og broytingar í undirvísingarlagi byggja ikki á vitan men á varhugar. Skúlaverkið, sum Mentamálaráðið varðar av, er at kalla hagtalaleyst. Fara vit inn á heimasíðuna hjá Hagstovuni www.hagstovan.fo, finna vit yvirlit sum hesi: Fólkaskúlin, næmingatal skift í skúla og flokk Fólkaskúlin, næmingatal skift í flokk og kyn Fólkaskúlin, næmingar við serligum tørvi skiftir í flokk og kyn Fólkaskúlin, lærarar og vikarar, skiftir eftir aldri og kyni. 30 Leiðbeinandi lesiætlan er: Fólkaskúlin - Undirvísingarleiðbeining, almennur partur, Føroya Skúlabókagrunnur (1990), Fólkaskúlin - Tíma- og lærugreinabýti, Landsskúlafyrisitingin (1993), Fólkaskúlin - Leiðbeinandi lesiætlan, yrkisligur partur, Føroya Skúlabókagrunnur (1993). 58 Bæði í miðnámsskúlum, hægri skúlum og øðrum skúlum eru hagtølini av sama slag, og tey siga einki um avrik og næmingaførleika. Í sambandi við málstevnunevndararbeiðið eru smávegis kanningar gjørdar, sum geva nakrar ábendingar um førleikan hjá ungdómum eftir loknan fólkaskúla. Samstundis geva tær okkum eina hóming av, hvussu nógv skúlahagtalstilfar, ið góð nytta kundi fingist burturúr, liggur ótroytt, til tað verður fyribeint. Sum dømi kunnu vit taka fráfaringarroynd fólkaskúlans. Tá ið vit í 1979 høvdu fingið nýggja fólkaskúlalóg, kom próvtøkuhátturin skjótt í fasta legu, og frá 1981 hevur próvtøkan verið skipað eftir sama sniði: 1) Rættskrivingarroynd (fyrisøgn - um 250 orð) og mállæruroynd (har til ber at fáa tilsamans 54 stig), 2) Roynd í framseting - stíli. Vórðu eftirmetingar gjørdar longu tá, høvdu vit yvir 25 ára royndir at byggja á, so vit so við og við kundu víst á, á hvørjum økjum føroyskir næmingar høvdu rættskrivingar- og mállærutrupulleikar. Á hesum grundarlagi hevði borið til at skotið upp háttalagsbroytingar, tá ið ræður um at leggja undirvísingina til rættis. Her eru tøl frá fráfaringarroyndunum ávikavist 2006 og 2007. Í fyrra førinum fevnir royndin um 220 næmingar av 879 (25 %), í seinna førinum um 172 næmingar av 810 (21 %) Fráfaringarroynd fólkaskúlans 2006 og 2007 2006: Miðalvillutal í tíggju 9. flokkum. Fyrisøgnin var 256 orð, næmingarnir 220 í tali (117 gentur og 103 dreingir) 2007: Miðalvillutal í tíggju 9. flokkum. Fyrisøgnin var 246 orð, næmingarnir 172 í tali (85 gentur og 87 dreingir) Flokkur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Miðal Samanlagt 2006 11,6 12,4 13,0 13,4 14,5 16,0 17,5 19,1 20,0 22,3 16,0 Samanlagt 2007 5,6 7,1 10,0 10,2 10,7 11,7 11,8 12,9 14,4 17,5 11,2 59 Flokkur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Miðal Gentur 2006 7,4 8,0 9,4 10,1 11,4 12,4 12,8 13,3 14,3 20,8 12,0 Gentur 2007 4,7 5,9 8,2 8,5 8,6 8,8 9,8 11,4 13,2 14,8 9,4 Dreingir 2006 13,7 14,3 17,6 17,6 18,7 19,3 22,3 24,5 25,9 32,4 20,6 Dreingir 2007 31 5,1 8,7 9,6 11,0 13,4 14,2 14,3 14,9 15,4 25,2 13,2 Sum sæst, er stórur munurin á úrslitinum: Í 2006 er miðalvillutalið 16. Skoðað øðrvísi kunnu vit siga, at næmingarnir skriva í miðal røtt 240 orð av 256 t.e. 93,75 %. Í 2007 er miðalvillutalið góð 11. Skoðað øðrvísi skriva næmingar í miðal røtt 235 orð av 246, t.e. 95,5 %. Genturnar standa seg væl betur enn dreingirnir - í miðal eru málvillutølini 12,0 og 20,6 í 2006, 9,4 og 13,2 í 2007. Munurin millum dreingir er væl størri, enn hann er millum gentur. Tann gentubólkur, sum stendur seg best í 2006, hevur 7,4 villur, tann lakasti 20,8. Tann dreingjabólkur, sum stendur seg best í 2006, hevur 13,7 villur, tann lakasti 32,4. Tølini fyri 2007 eru; gentur: 4,7 - 14,8, dreingir: 5,1 - 25,2. Í 2006 er samanlagt um leið helvtarmunur millum besta og vánaligasta flokk, 11.6 - 22,3, í 2007 er triðingsmunur 5,6 - 17,5. Fráfaringarroynd fólkaskúlans 2006 og 2007 2006: Miðalstigatal í mállæru í tíggju 9. flokkum. Í mesta lagi kundi næmingur fáa 54 stig, næmingarnir vóru 220 í tali (117 gentur og 103 dreingir) 2007: Miðalstigatal í mállæru í tíggju 9. flokkum. Í mesta lagi kundi næmingur fáa 54 stig, næmingarnir vóru 172 í tali (85 gentur og 87 dreingir) Flokkur 1 2 31 Samanlagt 2006 42,2 41,9 Samanlagt 2007 46,0 43,2 Besti gentubólkur og besti dreingjabólkur eru ikki altíð úr sama flokki. 60 3 4 5 6 7 8 9 10 Miðal 40,9 39,2 38,5 36,9 35,8 34,5 34,4 34,0 37,8 Flokkur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Miðal Gentur 2006 46,2 43,0 43,0 42,6 41,4 40,5 38,8 37,8 34,0 32,8 40,0 42,8 42,1 37,8 35,6 35,3 34,1 31,9 30,4 37,9 Gentur 2007 46,6 44,6 43,9 42,5 42,4 41,6 39,1 35,7 28,4 27,4 39,2 Dreingir 2006 42,5 42.4 40,2 35,8 35,2 34,4 34,3 34,2 30,7 26,1 35,5 Dreingir 2007 32 47,9 42,8 41,7 41,0 40,4 33,1 31,9 30,4 28,0 25,8 36,3 Her eru prosenttølini væl lægri enn í rættskrivingarroyndini, 38 stig (úrslitið bæði í 2006 og 2007) av 54 gevur um 70%. Týðiligt úrslit er, at genturnar á hesum aldursstigi (um 15 ára aldur) standa seg væl betur enn dreingirnir, eitt úrslit sum samsvarar væl við norðurlendskar kanningar av sama aldursbólki. Samanumtikið er merkisvert, at tað er so stórur munur á avrikunum hjá ungfólkum, sum hava havt sama tímatal í føroyskum í 9 ár í fólkaskúlanum: 32 Í rættskriving 2006 2007 Besta floksúrslit 11,6 5,6 Vánaligasta floksúrslit 22,3 17,5 Í mállæru 2006 2007 Besta floksúrslit 42,2 46,0 Vánaligasta floksúrslit 34,0 30,4 Besti gentubólkur og besti dreingjabólkur eru ikki altíð úr sama flokki. 61 Áhugavert hevði eisini verið at kannað, hví úrslitið í 2007 er munandi betri enn í 2006. Er tað tí, at uppgávan er lættari, ella hevur PISA-úrslitið skelkað so nógv, at lærarar og næmingar gera sær størri ómak? Áhugavert er eisini at gáa eftir, at hóast 2007-árgangurin klárar rættskrivingaruppgávuna væl betur enn árgangurin 2006, so er munurin sera lítil í mállæruúrslitunum hetta árið (2006: 37,8 í miðal, 2007: 37,9 í miðal). Er hetta ein ábending um, at minni samband er millum mállæruførleika og rættskriving, enn hildið hevur verið higartil? Her mugu eyðvitað fleiri hagtøl til, skulu líkinda niðurstøður gerast. Ein onnur kanning - tann hjá Katrini Næs - sigur nakað um slagið av villum, ið koma fyri hjá teimum, ið hava gingið í miðnámsskúla. Til tess at meta um rættskrivingarførleikan hjá fólki við 1213 ára skúlagongd vóru stílar frá miðnámspróvtøkuni í skrivligum føroyskum kannaðir. Stavivillurnar vóru skrásettar við m.a. einum tali, sum umboðaði villuslagið. Eitt tilvildarligt úrval við 140 stílum hevði til samans 4.943 villur. Út ímóti hundrað ymisk sløg av villum vórðu skrásett. Villurnar vórðu flokkaðar í 6 høvuðssløg: 1. ð-villur, 2. i/u-villur, 3. bendingarvillur, 4. stovnsvillur (skeivur bókstavur valdur), 5. villur í sambandi við samansett orð og 6. ymist. Havast skal í huga, at 1. og 2. bólkur sjálvandi kunnu bólkast annaðhvørt undir 3. ella 4. bólk - ðvillurnar og i/u-villurnar eru skrásettar fyri seg. Av teimum úti við 5000 villunum vóru 33,5% ð-villur (1657), stovnsvillur (aðrar enn ð- og i/uvillur) vóru 27%, bendingarvillur (aðrar enn ð- og i/u-villur) 12,4%, villur í samansettum orðum 8,2%, i/u-villur 8,4% og ymiskt 10,5%. Stórur tørvur á hagtølum Sum longu nevnt, er stórur tørvur á dagførdum og haldgóðum hagtølum at nýta í undirvísingarverkinum. Mælt verður til, at skipaður verður ein hagtalagrunnur, sum skúlamyndugleikar, skúlaleiðslur, land og kommunur skulu nýta í arbeiðinum við at leggja til rættis undirvísingina á sínum økjum og soleiðis vera við til at menna og styrkja skúlaskapin sum heild. Ein slíkur hagtalagrunnur skal, umframt at savna inn tey neyðugu hagtølini og skipa tey, eisini stíla fyri skeiðum fyri skúlaleiðslum og skúlamyndugleikum, soleiðis at tey alla tíðina hava dagførdan kunnleika í at brúka tær tænastur, ið hagtalagrunnurin hevur at bjóða. Ein nevnd við hagfrøðingum og umboðum fyri skúlaleiðslur og -myndugleika eigur at verða sett at kanna tørvin, og - um tørvur er - orða ein politikk og lýsa uppgávurnar hjá einum hagtalagrunni av slíkum slag. Landsstýrismaðurin við skúlamálum skal góðkenna orðingarnar og seta arbeiðið í gongd. Sjálvur grunnurin við undirvísingarhagtølum kann verða rikin sum partur av arbeiðinum hjá Hagstovuni, men játtanin skal koma frá undirvísingarøkinum og vera markað til júst hetta tiltak. Víst verður til svensku skúlahagtalastovnarnar SIRIS (http://siris.skolverket.se/pls/portal30/PORTAL30.siris_frame.siris) og SALSA 62 (http://salsa.artisan.se/), sum geva eina greiða ábending um, hvussu ein skipan við skúlahagtølum er uppbygd og kann verða nýtt. Sambært nýggju undirvísingarskipanini Vitanet er ætlanin, at øll hagtøl í undirvísingarverkinum skulu verða skrásett á einum stað, at hetta verður gjørt í neyvum samstarvi við Hagstovuna og at øll, ið vilja tað, skulu hava atgongd at skipanini og møguleika at brúka hana. Avgerandi er, at skúlaleiðslur og -myndugleikar hava førleika og sostatt eisini áhuga at nýta tey skrásettu hagtølini til tað, ið tey fyrst og fremst eru ætlað til. Fyrimunirnir við Vitaneti, teirri nýggju føroysku skipanini, sum er gjørd eftir íslendskum sniði, eru eyðsýndir, tí alt tilfarið verður savnað á einum stað. Í skandinavisku londunum liggja hesar upplýsingar ofta nógv spjaddar. 63 V - Fyrisitingarøkið Almenn fyrisiting er miðfyrisitingin, kommunu- og felagskommufyrisiting. Aftur at teimum koma stórar fyritøkur, sum seinastu árini eru bygnaðarbroyttar, so at tær eru almenn partafeløg. Miðfyrisitingin er Løgmansskrivstovan og aðalráðini, sum hvørt umsitur fleiri stovnar. Eisini ber til at flokka Løgtingsskrivstovuna í henda bólk, tí hon hevur nógv samstarv við miðfyrisitingina. Kommufyrisiting er umframt at vera fyrisitingin hjá einstøku kommununum eisini fyrisitingin hjá teimum báðum kommunufelagsskapunum: Kommunusamskipan Føroya og Føroya kommunufelag. Felagskommunalir felagsskapir sum SEV og IRF hava eisini egna fyrisiting. Almenn partafeløg, sum venda sær mest til almenning, eru Føroya Tele, Postverk Føroya, Atlantsflog og Føroya Lívstrygging. Eins og á fleiri øðrum økjum í samfelagnum skal tað almenna síggja til, at føroyskt verður styrkt á fyrisitingarøkinum. Hetta økið, sum er tað, ið eina best kennir trýstið frá enskum og donskum máli, samskiftir nógv við útheimin. Her kann tað m.a. snúgva seg um avtalur av búskaparligum og heilsufrøðiligum slag. Ein almennur málpolitikkur eigur tí eisini at fevna um arbeiðið at styrkja málsins støðu í fyrisitingini, har miðað verður ímóti so greiðari málnýtslu, sum til ber. Tí skal tað almenna sum heild vera ein fyrimynd hjá øðrum, tá ið ræður um miðvíst arbeiði at seta málpolitikkin í verk. Eitt av økjunum, har føroyskt ikki er alment mál ella høvuðsmál, er rættarverkið, sum jú er danskt málsøki í Føroyum. Heilt til byrjan 15. aldar var almenna rættarmálið í Føroyum føroyskt.33 Málið í rættarskjølunum, sum nevnd verða Húsavíkarbrøvini, var sermerkt føroyskt. Skjølini snúgva seg um arv eftir eina ríka húsfrúgv í Húsavík. Í Jarðarbókunum frá 1584, sum eru tær elstu varðveittu jarðarbøkurnar, er málið danskt. Síðan tá hevur rættarmálið verið danskt og er í dag bæði danskt og føroyskt. Í Føroya rætti verða danskt og føroyskt nýtt alt eftir, hvat fellur lættari hjá dómara ella fulltrúa, ið sum oftast eru danir. Ákærda/i kann verða noydd/ur at tosa danskt, um hon/hann ikki vil hava tulk. Tað kemur sjáldan fyri.34 Dómarar og fulltrúar eru, sum duga ella skilja føroyskt, og tá verður føroyskt nýtt. Hóast dómssøgnin er á donskum, er tað í veruleikanum føroyskt sum ræður, um ósemja er um orðingar í lógini. Er dómarin dani, skrivar hann dómin á donskum. Ein orsøk er eisini, at føroyskt rættarmál hevur ikki havt møguleika at menna seg á sama hátt sum danskt rættarmál, og dómarar og onnur starvsfólk í løgfrøði eru vanliga útbúgvin í Danmark. Tá ið Løgtingið varð endurskipað í 1852, vóru tingskipan og lógir orðað á donskum. Í 1924 varð samtykt, at tingskipanin, umframt at verða orðað á donskum, eisini skuldi verða orðað á føroyskum. Sambært lóg frá 1988 verður álagt landsstýrinum at síggja til, at tær fólkatingslógir, ið viðvíkja Føroyum, verða kunngjørdar á føroyskum í fullum líki í Kunngerðablaðnum. 33 Húsavíkarbrøvini, sum eru frá 1403-07, sí Hans J. Debes, Føroya søga II, Skattland og len, F.Skúlabókagr., 1995. Udredning om sprogpolitiske initiativer og domænetab i færøsk, frágreiðing latin Nordisk Ministerråd 2001, eftir Zakaris S. Hansen, Jógvan í Lon Jacobsen, Anfinn Johansen, Hjalmar P. Petersen og Marius Staksberg, s. 13. 34 64 Síðan føroyskt skriftmál varð endurreist um miðja 19. øld, hevur nógv orka verið løgd í at bøta um støðuna hjá føroyskum á øllum samfelagsøkjum, samstundis sum arbeitt hevur verið við at mynda nýggj orð í gerandismálinum og at menna orðfeingið í teimum ymsu yrkisgreinunum. Fremsta endamálið hevur verið at gera føroyskt til fullkomið og samfelagsbært mál, ið skal virka á øllum økjum í samfelagnum. Á henda hátt hevur føroyskt ment seg, so at tað lýkur øll krøv, ið sett verða einum tjóðarmáli.35 Kortini viðurkenna danskir myndugleikar ikki føroyskt sum tjóðarmál (nationalsprog). Orsøkin til tess er eina mest politisk, tí heimastýrislógin, ið er donsk fólkatingslóg, sigur, at danskt og føroyskt eru javnsett í almennum viðurskiftum. Ein slík støða hevur m.a. havt við sær, at norðurlendska málsamtyktin frá 17. juni 1981 ikki fevnir um Føroyar.36 Sambært hesi samtykt skulu norðurlandabúgvar í so stóran mun sum gjørligt kunna venda sær til myndugleikar og almennar stovnar í einum øðrum Norðurlandi á sínum egna máli. 1. Tvinnanda sløg av málsligum uppgávum Sæð úr málsligum sjónarhorni er eitt av endamálunum hjá flestøllum almennum stovnum at røkja samskifti við landsins borgarar. Hetta verður gjørt á ymsan hátt: beinleiðis við brøvum, faldibløðum og bóklingum umframt við kunnandi heimasíðum. Hetta er tann kunnandi og upplýsandi parturin. Summir av stovnunum, løgtingsskrivstovan og teir, ið saman mynda miðfyrisitingina, fáast harumframt í stóran mun við at orða reglugerðir, kunngerðir og at smíða lógaruppskot. Her snýr tað seg eina mest um málsligar uppgávur í sambandi við lógarsmíð og løgfrøði, men eisini um kunning og upplýsing. 2. Kunnandi parturin "Vit draga eina línu". Hetta er felags virðisgrundarlag hjá miðfyrisitingini og skuldi verið gott grundarlag undir einum felags málpolitikki, men almennu stovnarnir hava ongan orðaðan, yvirskipaðan málpolitikk, hóast stovnarnir vísa á, at tørvur er á einum tílíkum. Ábyrgdarfólk í umsitingini staðfesta, at stór krøv eru til samskiftið, sum gongur alsamt kvikligari. Sagt verður, at stundir eru ikki altíð at hugsa leingi og væl um alt, ið sagt ella skrivað verður. Alsamt meira hava teldubrøv avloyst telefonsamrøðuna. Tann rættiliga óformliga samrøðan í telefon gerst við skrivaða teldusamskiftinum meira formlig, hóast hon kanska ikki er tað. Teldupostur er sum nevnt mest nýtti samskiftismiðilin, og hetta er bæði gott og ilt. Gott, tí at samskiftið gongur skjótt; ilt, tí tað ikki altíð er so væl úr hondum greitt málsliga. Myndugleikarnir royna eftir besta førimuni - siga teir - at vanda sær um málið í teimum skrivum, sum verða send út ella løgd á heimasíðurnar. Sum meginreglu verða tvey høvuðsfyrilit tikin, tá ið skriv verða send út: 1) at skrivini málsliga eru røtt, og 2) at boðskapurin í skrivunum er greiður, 35 Zakaris S. Hansen, Jógvan í Lon Jacobsen, Eivind Weyhe. Faroese í Germanic Standardizations. Past to Present. Edited by Ana Deumert and Wim Vandenbussche. John Benjamins Publishing Company, Amserdam/ Philadelphia 2003: pp. 157-191, s. 158. 36 Udredning om sprogpolitiske initiativer og domænetab i færøsk, frágreiðing latin Nordisk Ministerråd 2001, eftir Zakaris S. Hansen, Jógvan í Lon Jacobsen, Anfinn Johansen, Hjalmar P. Petersen og Marius Staksberg, s. 14-15. 65 týðiligur og so stuttur, sum til ber. Dentur verður eisini lagdur á ein ávísan bygnað: 1) hvat er grundarlagið undir skrivinum? 2) sjálv málsviðgerðin, og 3) niðurstøðan. Kortini er støðan ikki í lagi, hvat málsliga búnanum viðvíkur. Hava vit í huga, at tað almenna skal ganga á odda, eisini í málsligum viðurskiftum, er umráðandi, at fyrisitingin sær tað sum ein part av sínum endamáli at nýta rætt og lætt mál í sínum fráboðanum. Almennu stovnarnir gera sjálvir vart við, at teir sum heild eru ikki nóg væl fyri málsliga. Tað er tíðar- og orkukrevjandi at fáa ein tekst lýtaleysan og at sita, og tí kemur fyri, at skriv verða send, áðrenn tey verða kannað fyri málslig brek og lýti. a. Málsligur førleiki Nógvir føroyingar fáa sær hægri útbúgving í útlondum, og hetta ger, at trýstið á føroyskt mál ivaleyst er størri, enn tað er á høvuðsmálini í grannalondum okkara. Ofta fara ungfólk burtur at lesa longu sum 19-20 ára gomul. Undan tí hava tey brúkt útlendskar lærubøkur at kalla burturav í trý ár. Føroyska málbúningin heldur uppat, og tann útlendska tekur við. Alla tíðina, meðan tey lesa, mennast tey alt meir í útlendskum máli. Summi eru so væl fyri málsliga, tá ið tey fara heiman, at hetta gerst eingin trupulleiki, men hjá fleiri enn færri tykist ikki so lætt aftur at orða seg á føroyskum eftir 7-8 ára lestrardvøl í útlondum. Er førleikin í føroyskum ikki nóg góður, verða skrivini rættlisin, áðrenn tey verða send. Ofta eru tað starvsfólk við ávísum áhuga fyri málinum, ið rættlesa, og soleiðis kunnu tey í ávísan mun tryggja stovninum, at málið í teimum sendu skrivunum kann vera í lagi. b. Myndugleikamál Í grannalondum okkara hevur í mong ár verið arbeitt við at gera fyrisitingarmálið greiðari og lættari hjá borgaranum at skilja. Í Svøríki, sum kann sigast at vera komið longst av Norðurlondum í hesum sambandi, verður hugtakið nevnt klarspråk37. Fyrisitingarmálið - ella myndugleikamálið, sum sviar nevna tað - skal vera greitt og einfalt, skulu fólk hava stundir at lesa og møguleika at skilja alt tað, sum kemur á prent frá myndugleikunum. Hetta er eisini ein treyt fyri opinleika, so at fólkaræði og rættartrygd virka eftir ætlan. Síðan seint í 1960-árunum hava tey í svensku fyrisitingini arbeitt miðvíst við at gera fyrisitingarmálið greiðari og lættari at skilja. Í 1976 varð eitt starv sum málserfrøðingur sett á stovn í svensku fyrisitingini, og nú eru seks størv av slíkum slag lutað millum svenska løgmálaráðið og sjálva fyrisitingardeildina. Dentur hevur alla tíðina verið lagdur á at stuðla hetta arbeiði í sjálvum lógararbeiðinum. Í svensku fyrisitingarlógini frá 1986 verður gjørt greitt, at myndugleikar (t.e. almennir stovnar) skulu leggja doyðin á at málbera seg, so lætt er at skilja.38 37 38 Sí notu 7 á s. 20. Mål i mun - Förslag till handlingsprogram för svenska språket, 2002, s. 247-8. 66 c. Almennar lýsingar Tá ið almennir stovnar lýsa í dagbløðunum, er tað sum oftast eftir starvsfólki til stovnin. Hesar lýsingar eru vorðnar alsamt sjónligari, tí stovnarnir lata ofta lýsingafyritøkur gera lýsingina fyri seg. Dentur verður lagdur á bæði uppseting og málburð. Almennu stovnarnir kappast bæði sínámillum og við einskildu fyritøkurnar um starvsfólkini, og tí er umráðandi, at ein lýsing eftir starvsfólki verður sædd og lisin. Lýsingafyritøkan leggur seg eftir at gera boðskapin í lýsingini so greiðan sum gjørligt, og her krevst gott hugflog, tá ið ræður um at fáa tað at sita málsliga. Eisini eru stovnar, sum hava valt at seta kunningar- og samskiftisfólk, sum burturav taka sær av samskiftispartinum hjá stovninum. 3. Lógarsmíðið Øll lógaruppskot, ið løgd verða fyri tingið, skulu gjøgnum Løgtingsskrivstovuna, sum kannar tey løgfrøðiliga og málsliga. Lógaruppskot koma úr landsstýrinum og úr løgtinginum. Tá ið einstøk løgtingsfólk leggja uppskot fyri tingið, leiðbeinir Løgtingsskrivstovan í løgfrøðispurningum eins væl og málsligum. Tá ið landsstýrisfólk leggja uppskot fyri tingið, verða tey orðað í tí aðalráð, sum umsitur málsøkið. Vanliga er tað so í aðalráðunum, at fakligur ábyrgdarpersónur og løgfrøðingur saman orða lógirnar. Tann fyrri sigur, hvat ið skal standa í lógini, tann seinni tryggjar, at orðingarnar halda løgfrøðiliga. At enda verður teksturin oftast sendur einum málkønum. Ofta eru tað torlisnir tekstir, og meir enn so kemur fyri, at málsliga viðgerðin skeiklar løgfrøðiligar orðingar, og so má komast afturumaftur. Í grannalondum okkara, fyrst av øllum í Svøríki, hava tey í ríkisumsitingini og kommunalu umsitingini góðar royndir at lata fakligan ábyrgdarpersón, løgfrøðing og málfrøðing arbeiða saman. Tá kunnu ivamál verða loyst so hvørt. Her hjá okkum er mannagongdin tann, at aðalráðið sendir lógaruppskotið til innlendis-málaráðið, sum kannar tað løgfrøðiliga og, sum umstøðurnar eru til, eisini málsliga. At enda verða lógaruppskot frá aðalráðunum kannað - eisini málsliga - á Løgtingsskrivstovuni. Í landsfyrisitingini, har lógarsmíðið fer fram, kann ofta vera spurningur um tíðarneyð. Tá ið tíðin at leggja uppskot fyri løgtingið nærkast evstamarki, verður sjáldan tíð at rættlesa nóg væl, eisini tí at tingmálini gerast so nógv. Umráðandi er tí at gera leiðreglur á hesum øki, sum greitt siga, hvørji stig verða tikin, og hvussu farið verður fram, tá ið nógv mál verða løgd fyri tingið, og tíðin er knøpp. Neyðug arbeiðsmegi eigur at verða sett av til øktu arbeiðsbyrðina, samstundis sum freistin at leggja uppskot fram eigur at verða longd. Í mongum førum er tað so, at málslig dygd í einum lógarteksti eisini kann borga fyri løgfrøðiligari dygd. Altjóðagerðin er av stórum týdningi fyri støðuna hjá málinum. Hetta er ikki minst galdandi í miðfyrisitingini. Fyriskipanir verða settar í verk í Føroyum á enskum og donskum máli, á sama hátt sum ES-lóggáva verður sett í gildi í teimum einstøku limalondunum. Millumtjóðaavtalurnar eru sera rúgvismiklar, og her snýr tað seg um nógvar síður við teksti. 67 Gongdin er tann sama á einskilda fíggjarøkinum t.d. í sambandi við banka- og virðisbrævalóggávu. Í løtuni er hetta danskt málsøki, og løgtingið kann seta í gildi danskar lógir við kongligari fyriskipan. Í sambandi við nógv umrødda altjóðayvirgangin eru semjur gjørdar, sum skulu forða fyri, at óløgligur peningur verður gjørdur løgligur. Krøvini frá OECD eru, at hesar lógir og reglur skulu ljóða eins í øllum londunum. Hjá okkum er økið lutvíst yvirtikið, lutvíst ikki. Tá ið økið er danskt, ber til at seta í gildi reglur við kongligari fyriskipan ella ríkislóg. Tá ið málsøkið er føroyskt, galda aðrar reglur. Tá verður reglubindingin gjørd við løgtingslóg, sum í roynd og veru skal vera á føroyskum. Vit eru á einum vegamóti, har vit skulu taka støðu til, hvussu vit megna at avgreiða alt tað arbeiðið, sum stendst av altjóðasamskiftinum. Útlendska lógartilfarið er rúgvismikið og økist alsamt. Á summum økjum eru vit farin at lóggeva á útlendskum máli, eitt nú í sambandi við fíggingarviðurskifti og á tryggingarøkinum. Trupulleikin er at fáa týtt alt regluverkið, sum liggur aftanfyri, og sum heldur ikki er til skjals á donskum máli. Krøvini frá ES eru, at altjóðaregluverk á hesum øki skal verða sett í gildi. Eins og í Føroyum verður í Íslandi roynt at seta útlendska lóggávu inn í egna lóggávu. Sami trupulleiki, sum er hjá okkum, ger um seg hjá teimum - orka er ikki til at týða alt. Nýggja lógin um bankavirksemi í ES, har tann danski parturin eina telur meira enn 1400 síður, verður dagførd upp í 5 ferðir um árið í Danmark. Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at menna telduforrit, sum kunnu lætta um arbeiðið at týða stórar tekstmongdir. Serstakliga áhugaverd eru tey forrit, sum kunnu minnast áður gjørdar týðingar. Tá slepst undan at gera sama arbeiði um aftur. Tílík forrit duga sum meginreglu at týða úr øllum heimsins málum og til øll mál. a. Sáttmálar og rundskriv fyri tingið á útlendskum Samanumtikið kann verða sagt, at í sambandi við at millumtjóðaavtalur og -sáttmálar verða sett í verk, verður einki gjørt við at týða til føroyskt mál, áðrenn tey verða løgd fyri tingið og staðfest. Sett verður upp ein stutt orðing, har boðað verður frá, at ríkislógartilmæli verður sett í verk sambært hjálagda sáttmála ella rundskrivi - og so kemur skrivið, á donskum ella enskum, við hvørt upp í nakrar 100 síður til longdar. Fyrisitingin heldur ikki, at orka er til at týða allar hesar tekstir. Málstevnunevndin mælir til, at eitthvørt verður gjørt, so at tílíkar mannagongdir ikki vinna hevd í framtíðini. Eitt nú eru hesar mannagongdir beinleiðis í andsøgn við nýggju kunngerðina um norðurlendskan málpolitikk, sum allir mentamálaráðharrar Norðurlanda skrivaðu undir á heysti 2006.39 Mannagongdir sum hesar lynna heldur ikki undir fólkaræðið, tí ikki er vist, at almenningur og valdir løgtingslimir hava neyðuga førleikan at skilja allan tekst á enskum máli, sum samtyktur verður á Føroya løgtingi. 39 Sí notu 2 á s. 15. 68 Tí mælir nevndin til, at stevnumið og málsligar mannagongdir verða gjørd, ið bøta munandi um møguleikarnar at týða útlendska tekstin til føroyskt, áðrenn hann verður lagdur fyri tingið til samtyktar. Harumframt skulu samtyktu stevnumiðini í hesum sambandi vísa eina greiða raðfesting, t.d. nær meira orka skal verða nýtt til týðingar og nær ikki. Tað er áskoðan nevndarinnar, at betri er at týða so nógv, sum til ber, heldur enn einki. Nevndin vísir eisini á, at tað týðingararbeiðið, sum stendst av, at allir tekstir, ið samtyktir ella staðfestir verða á Føroya løgtingi, skulu vera á føroyskum, fer at styrkja og menna føroyskt mál og rúmka tí ræsur. b. Tíðar- og orkukrevjandi at týða Fyri málið og greidleikan hevur tað stóran týdning, at tekstir í almennu fyrisitingini - vanlig skriv eins væl og lógartekstir - eru á tjóðarmálinum. Í tí sambandi skulu vit tó viðganga, at útlendskir tekstir í stóran mun verða týddir til føroyskt. Stór ábyrgd og arbeiðsbyrði hvílir á teimum, sum skulu týða hesar tekstir, tí hetta má ofta verða gjørt í skundi. Umráðandi er tí at hava greiðar og smidligar mannagongdir, tá ið ræður um at týða fyrisitingarligar tekstir til føroyskt. Við at styrkt grundarlagið undir Føroysku málnevndini við fleiri málfrøðingum og málkønum fólki annars, stóð almennu stovnunum í boði ein nógv betri tænasta í málsligum spurningum sum heild, og harumframt í sambandi við týðing úr øðrum málum. Eisini hevði ein væl skipaður og dagførdur orðagrunnur verið eitt gott amboð í hesum sambandi. Í svensku fyrisitingini eru týðingartænastur knýttar at teimum ymsu ráðunum og stovnunum. Síðan Svøríki gjørdist limur í ES, er týðingarvirksemið í svensku fyrisitingini nógv økt. Tann størsti svenski týðarahópurin er knýttur aftur at ES-nevndini. Tann hópurin, sum burturav tekur sær av at týða tekstir til svenskt, telur umleið 100 starvsfólk. Knýtt at sjálvum ES-ráðnum eru gott og væl 50 fólk, sum burturav fáast við at týða til svenskt. Tá ið tað snýr seg um ES-tingið og dómstólin, eru ávikavist 35 og 20 fólk, ið burturav fáast við at týða til svenskt. Harumframt eru tær mongu nevndirnar, sum sita og arbeiða, og aftur at teimum eru fleiri fólk knýtt, sum bert fáast við at týða tekstir til svenskt. Samanlagt verða týddar fleiri enn 200.000 síður árliga. Til samans starvast umleið 3.000 fólk á teimum ymsu ES-stovnunum við at týða til tey ymsu ES-málini.40 Spurt kann verða, hvat vit í Føroyum kunnu gera til tess at loysa ein spurning sum henda á fullgóðan ella nóg góðan hátt, nú vit so hvørt verða tættari knýtt at umheiminum? Vit mega ásanna, at tørvurin á útbúnum týðarum fer at økjast. Tí skulu útreiðslur til týðarar - og her eru tað ikki bert ein og tveir týðarar, tað snýr seg um, men nógvar - verða tiknar við í metingarnar, tá ið vit gera samstarvsavtalur við onnur lond og millumtjóðafelagsskapir. 4. Yvirskipaður málpolitikkur Almennu stovnarnir hava tørv á yvirskipaðum málpolitikki við málsligum leiðbeiningum í ein ávísan mun og sum m.a. skuldi eggjað fólki í fyrisitingini til at eftirútbúgvið seg í føroyskum. Tílík eftirútbúgving kundi verið fyriskipað annaðhvørt soleiðis, at fólk kundu sitið á sínum arbeiðsplássi og roynt seg í t.d. málsligum spurningum á telduni, ella við at skeiðshaldarar kundu komið inn á arbeiðsplássið og hildið skeið fyri starvsfólkunum. 40 Upplýsingarnar eru úr svensku frágreiðingini um almennan málpolitikk, Mål i mun, s. 102-3. 69 Yvirskipaður málpolitikkur hjá almennu fyrisitingini eigur at verða samtyktur á ovasta stað í fyrisitingini. Aðalráðini eiga at finna saman um felags yvirskipaða orðing. Í felags yvirskipaðu orðingini eigur fyrilit at verða tikið fyri, at ávísir stovnar undir aðalráðunum kanska hava tørv á sínum egna orðaða málpolitikki, sum eyðvitað skal vera í samsvari við tann yvirskipaða málpolitikkin. Almenna fyrisitingin eigur at leita sær ráð og leiðbeining hjá málkønum fólki - t.d. Føroysku málnevndini - sum kann vera við til at leggja lag á, tá ið ein yvirskipaður málpolitikkur fyri almennu stovnarnar verður orðaður. Løgmaður ella løgmansskrivstovan kundi t.d. verið tann stovnur, sum endaliga góðkennir ein yvirskipaðan almennan málpolitikk fyri fyrisitingina. Í einum yvirskipaðum málpolitikki fyri fyrisitingina eigur m.a. at verða miðað ímóti at fáa málið í teimum almennu skrivunum so greitt og lættlisið, sum til ber. a. Landið Tørvurin at styrkja málsins støðu og málførleikan sum heild í almennu fyrisitingini hevur ongantíð verið størri, enn hann er í dag. Altjóðagerðin og kunningartøknin eru fremstu ítøkiligu orsakirnar til, at tað almenna má leggja størri áherðslu á málsliga førleikan hjá starvsfólki. Kunningartøknin knýtir heimin tættari saman á ávísum økjum í samfelagnum. Í framtíðini kunnu vit rokna við einum munandi øktum samskifti á fyrisitingarøkinum tvørtur um landamørk eins væl og um málmørk. Støðið undir einum felags altjóðamáli, har føroyskt lítlan og ongan leiklut hevur, verður í framtíðini munandi víðkað, og hetta fer at hava stórt árin á tey einstøku tjóðarmálini. Umráðandi er tí, at allir myndugleikar og stovnar fáa sjónligari ábyrgd av málrøktararbeiðinum á sínum egna øki. Landsstýrið eigur at ganga á odda við orðaða málpolitikkinum í almennu fyrisitingini, og við jøvnum millumbilum skal landsstýrið kunna løgtingið um málmenningararbeiðið, sum fer fram í miðfyrisitingini sambært teimum samtyktu stevnumiðunum. b. Kommunurnar Samskiftið í kommununum fyllir alsamt meira. So hvørt sum kommunur leggja saman og gerast størri eindir, økist tørvurin á formligum samskifti millum fyrisiting og borgarar. Krøv um meira kunning og upplýsing økjast dag frá degi. Skulu borgarar fáa fulla nyttu burtur úr teimum tænastum og tilboðum, ið standa teimum í boði, mega kommunurnar leggja enn meira orku í at kunna og upplýsa. Tað er eisini ein liður í at menna tænastustigið í kommununum, at kunningin fer so greidliga fram, sum til ber. Tí verður mælt til, at kommunur gera sína egnu málstevnu (virkisskrá), ið skal fevna um alt økið hjá kommununi. Fyrisitingin hjá kommununi skal umsita málstevnuna saman við málráðgeva, ið kann vera settur í starv ella virka sambært avtalu. Málráðgevin leggur kommununi lag á at orða málstevnuna. 70 Fyrisitingarøkið - tilmæli * Almenna fyrisitingin orðar felags málstevnu við samtyktum og leiðreglum um málnýtslu. * Reglugerðir, kunngerðir, lógaruppskot og rundskriv verða málsliga viðgjørd, áðrenn tey verða latin úr hondum. Endamálið er at økja um greidleikan í hesum tekstum umframt at styrkja støðuna hjá føroyskum lógarmáli. * Kommununurnar orða sína egnu málstevnu (virkisskrá fyri málið), sum røkkur út í hvønn krók í kommununi. Tílíka virkisskrá kann t.d. kommunufyrisitingin umsita saman við einum settum málráðgeva. Tá kommunurnar eru smáar, kann henda uppgáva liggja hjá kommunusamstarvsfelagsskapinum, sum kommunan er limur í. * Málstovan (Málnevndin) fær betri umstøður (fleiri størv) at vera málsligur ráðgevi hjá almennu fyrisitingini og stovnum hennara. * Skipað verður fyri skeiðum í føroyskum máli fyri teimum, sum starvast í almennu fyrisitingini. * Øll mál, ið koma fyri løgtingið - uppskot til løgtingslóg, uppskot til ríkislógartilmæli, uppskot til samtyktar, frágreiðingar, skrivligir ella munnligir ella ófráboðaðir fyrispurningar o.a. verða orðað á føroyskum. 71 VI - Fjølmiðlaøkið Í bókini Føroysk blaðsøga 1852-2002 eftir Arnbjørn Ó. Dalsgarð fæst gott yvirlit yvir ein part av miðlasøgu okkara. Í 1890 kom út fyrsta blaðið á føroyskum av tí slagnum, vit nevna tíðindablað ella vikublað. Í 20. øld henda ómetaligar broytingar á miðlaøkinum. Alt fleiri bløð, sum bara eru skrivað á føroyskum, koma út regluliga, og tey bløðini, ið heilt ella partvíst høvdu verið skrivað á donskum, verða so við og við skrivað á føroyskum. Summi bløð eru gomul í garði, onnur - og tað eru tey flestu - eru komin og farin. Í 1957 fór Útvarp Føroya at senda regluliga og Sjónvarp Føroya í 1984. Hesi seinastu 10-15 árini hevur menningin í miðlaheiminum verið ómetalig, um vit hugsa um blaðheimin, kringvarpsheimin ella alnetið, og henda menning setur okkum øllum stór málslig krøv, tí ávirkanin uttaneftir er ómetalig og henni hvørki skulu ella kunnu vit byrgja fyri. Í staðin skulu vit á øllum økjum styrkja okkara egna, so at føroysku miðlarnir kunnu bera fólkinum kappingarført tilfar, upplýsandi, kunnandi, mentandi og undirhaldandi á greiðum og fjølbroyttum føroyskum máli. Føroysku fjølmiðlarnir verða flokkaðir eftir, um teir eru almennir ella einskildir, um teir eru loftbornir, prentaðir ella á alnetinum. Almennu fjølmiðlarnir eru teir, sum eru undir Kringvarpi Føroya og fevna um útvarp og sjónvarp, ið eisini hava sínar egnu heimasíður. Einskildu fjølmiðlarnir eru útvarpsstøðirnar Lindin, Rás2 og bløðini Dimmalætting og Sosialurin, sum koma út fimm ferðir um vikuna, Oyggjatíðindi, ið koma út tvær ferðir um vikuna umframt Norðlýsið, Vikublaðið og Vinnuvitan, ið koma út eina ferð um vikuna og Trúboðin, ið kemur 14. hvønn dag. Umframt at vera loftbornir ella prentaðir hava einskildu fjølmiðlarnir eisini sítt fasta pláss á alnetinum. Aftur at hesum nevndu prentaðu miðlunum eru aðrir, ið koma út sjaldnari, eitt nú blaðið Kvinna, ið kemur 8 ferðir um árið og eisini hevur væl vitjaða heimasíðu. Fíggjarliga grundarlagið undir føroysku fjølmiðlunum er ymist. Kringvarpið verður fíggjað við lógarásettum nýtslugjaldi41, lýsingum og eydnuspæli. Tær báðar einskildu útvarpsstøðirnar fíggja virksemi sítt við lýsingainntøkum. Sama er at siga um tíðindabløð, viku- ella mánaðarbløð, sum umframt frá lýsingum fáa inntøkur, tí fólk keypa bløðini. Heimasíður - og her hava sonevndu portalarnir serligan áhuga - fíggja virksemi sítt við lýsingum. Tó eigur at verða nevnt, at tann føroyski depilin (portalurin), sum hevur nógv flestar vitjanir hvørja viku, verður rikin av almennum partafelagi. 1. Almenn krøv og tænastuskylda At Kringvarpið verður fíggjað við lógarásettum nýtslugjaldi ger, at vit eiga at seta tí serlig krøv, og tað verður gjørt við almennu tænastuskylduni (public service), sum verður nevnd í kringvarpslógini. Tað sær hinvegin ikki út, sum nøkur almenn tænastuskylda verður áløgd deplinum (portalinum) á alnetinum, sum almenna partafelagið Føroya Tele rekur.42 41 42 Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007 um 42 milliónir kr. Føroya Tele eigur triðing av Sosialinum, sum letur deplinum hjá FT, www.portal.fo, tíðindi. 72 Okkara fólkaræði eigur at súgva sær merg úr fjølmiðlunum, og her hava almennu miðlarnir størstu ábyrgdina. Hjartatátturin er eyðvitað upplýsing og kunning, og amboðið er málið. Eins væl og upplýsingarnar skulu verða eftirfarandi og evnini upplýsandi og viðkomandi, eins væl skal málið vera so gott, at tað ikki bara er borðbært, men mennandi, fyrimyndarligt og fjølbroytt. Góðar orðingar eiga at verða brúktar, nýggj orð eiga at verða tikin lagaliga uppí, bygdarmálini eiga at sleppa framat, somuleiðis ymisku stíllegurnar. Tey, sum nýta málið sum høvuðsamboð í sínum dagliga yrki, eiga at leggja seg eftir at menna og bøta um hetta amboð, so at tað alla tíðina verður dagført og altíð lýkur tey krøv, ið samtíðin setur. 2. Ávirkan fjølmiðla á málið Fjølmiðlarnir eru ein av høvuðskeldunum, sum eru við at menna og broyta málið. Tað eru somuleiðis fjølmiðlarnir, sum meira og meira eru við til at bróta slóð fyri alheimsgerðini og tvinna hana saman við fólksins gerandisdag. Vísa teir tá ikki uppgávu síni sum mentanarberar ans, kann virksemi teirra skjótt verða eitt stórt bakkast fyri málmenningina í landinum. Umráðandi er tí at tryggja føroysku fjølmiðlunum tær neyðugu umstøðurnar at virka í, soleiðis at øllum borgarum kann standa í boði ein høg mentanarlig og málslig dygd, tá ið miðlar verða valdir. Hetta er m.a. eisini tað, sum havt verður í huga, tá ið sonevndu public service-skyldurnar verða ásettar. Líka so umráðandi er tað, at bløðini, kringvørp og teldmiðlar styrkja sítt virksemi at menna og fremja málsliga dygd. Skotið verður upp, at hesir stovnar orða stevnumið, ið greitt hava til endamáls at seta málspurningar ovarlaga á bredda, ikki bert ta einu ferðina, men áhaldandi. Megna fjølmiðlarnir ikki sjálvir at orða stevnumið av hesum slag, eiga teir at leita sær serkøna hjálp. Hon finst og kostar neyvan nógv. Hóast uppgávurnar eru mangar og stórar, og hóast kringvørpini hava størri ávirkan á málnýtslu, máltilvit og málmenning, enn nakað annað amboð ella nakar annar miðil, tykist almenni kringvarpsfjølmiðilin ikki at raðfesta hesi viðurskifti nóg høgt. Vórðu hesi viðurskifti raðfest hægri, kundi hetta verið við til at ment og styrkt málmedvit og hugburð til mál. Kringvarpsstjórin hevur sagt nevndini, at 1) Sjónvarpið ikki raðfestir at brúka pening til at týða filmar. Øll orkan verður raðfest til at týða barnatilfar. Bert onkur hissini filmur verður týddur til skránna um høgtíðir o.a. 2) fýra fólk arbeiða sum týðarar í Sjónvarpinum, og ein tøkningur arbeiðir burturav við hetta. Lønarútreiðslurnar vóru í 2006 uml. 1,4 mió. kr. Harumframt rindaði Kringvarpið Leikpalli Føroya góðar 500 tús. kr. fyri at leggja røddir til teknifilmar. Nakað av peningi verður eisini brúkt til at keypa barnatilfar frá TV2 og øðrum til at týða. 3) Kringvarpið hevur ikki heilt neyv tøl, sum siga, hvussu nógv verður brúkt til at gera føroyskt tilfar til børn, men lønarútreiðslurnar til programmfólk og tøkningar til barnasendingar í sjónvarpi verða mettar til uml. 1. mió. kr., meðan annar kostnaður er millum 0,5 og 1,0 mió. kr., alt eftir hvussu nógv verður gjørt burtur úr jólasendingunum hjá Barnaløtuni. 73 Lønarútreiðslurnar til programmfólk og tøkningar til barnaútvarpið eru uml. 1,5 mió. kr., umframt at keypt verður fyri 3-400.000 uttanífrá. 4) teir fýra týðararnir í sjónvarpinum hava hesar útbúgvingar: Tveir eru korrespondentar, ein hevur exam.art. í føroyskum og ein læraraútbúgving við ársskeiði sum eftirútbúgving. Teir fýra føstu medarbeiðararnir, ið gera barnasendingar, hava hesar útbúgvingar: cand. phil. í leiklistarfrøði, sjónleikaraútbúgving, læraraútbúgving, og tann fjórði hevur drúgvar royndir í leiklist og vann føroysku kappingina í 2007 um at skriva barnasøgu. 5) Kringvarp Føroya hevur ikki serstaka málsliga ráðgeving. 6) eftir nýggjastu hagtølunum varð tilfarið í Sjónvarpinum flokkað eftir uppruna: føroyskt 27% (við endursendingum), norðurlendskt 24% og annar uppruni 49%. 7) tá sæð verður burtur frá náttarrásini, hevur lutfallið millum talu og tónleik í útvarpinum í mong ár verið umleið ávikavist 60% og 40%. Í Náttarrásini er 50% av tónleikinum føroyskur, og við hesum er føroyskur tónleikur 39% av tónleikinum, ið sendur verður.43 3. Veikt yrkisligt og málsligt grundarlag Málstevnuevndin hevur viðgjørt spurningin, um ikki Kringvarp Føroya kundi gjørt meira til tess at røkja málsligu skyldur sínar betur. Nevndin hevur roynt at finna fram til møguligar orsakir, hví málsliga støðan í Kringvarpinum verður hildin ikki at vera nóg góð. Fyri ein part er orsøkin tann, at fólk tykjast ikki vera nóg væl útbúgvin til avbjóðingarnar. Torført er at fáa útbúgvin tíðindafólk, og í teirra stað koma ofta næmingar beinleiðis úr miðnámsskúlunum at røkja tíðindastørv í almenna kringvarpinum. Ein onnur orsøk er, at tað, ið kundi verið rættað, ikki verður rættað, serstakliga tá ið hugsað verður um tíðindi og slíkt, ið verður lisið upp úr handriti. Tað verður ivaleyst ikki rættað, tí stovnurin ikki tykist hava orðaðan málpolitikk og onga málsliga ráðgeving. Er eingin málpolitikkur, verður tað skjótt, at fólk hvørt í sínum lagi ger av, hvussu málið skal vera. a. Orða málstevnur Tað er at undrast á, at Kringvarp Føroya onga málsliga ráðgeving hevur, tá ið hugsað verður um, hvussu máttmiklum árini føroyskum annars er fyri. Nevndin staðfestir, at almenna Kringvarpið her skákar sær undan málsligu ábyrgd síni. Bøtt kundi verið munandi um støðuna, um stovnurin orðaði ein greiðan málpolitikk og fekk sær fasta málsliga ráðgeving, sum eisini hevði skyldu til at røkja tað eftirlitsarbeiðið, sum krevst. Tí sambært lógini skal Kringvarpið leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum, og slíkt gerst bert, um skipað leiðbeining er og ansað verður eftir, at orðaða málstevnan verður fylgd. Almennum fjølmiðli eigur ikki at verða loyvt at skáka sær undan málsligari ráðgeving. Eyðsýniligt er, at ov nógv tíðindafólk í føroysku loftmiðlunum eru ikki nóg væl fyri at bera tíðindi út í hvørt hús. Málburðurin er mangan veikur, málsligi bygnaðurin skeivur og bendingarnar skeivar. Sovorðið eigur ikki at vera góðtikið í almennum fjølmiðli. 43 Sum føroyskur tónleikur verður roknaður tónleikur, ið føroyingar skapa og bera fram. Allur tónleikur av hesum slag er ikki á føroyskum. 74 Veikleikin er fyri ein part íkomin, tí 13 ára skúlagongd gevur ikki øllum nóg góðar førleikar í móðurmáli, fyri ein part tí at tey, ið fáa sær útbúgving, útbúgva seg uttanlands, flest teirra í Danmark. Tað merkir, at málsliga menningin fylgir ikki við teirri yrkisligu menningini. Onnur, sum hesir føroyingar útbúgva seg saman við, mennast í sínum egna móðurmáli og læra seg at hvessa pennin á egnum máli. Føroyingurin lærir seg sama arbeiðsmál - sum ikki er føroyskt - og tá ið hann fer til arbeiðis í Føroyum, skiftir hann yvir í annað arbeiðsmál, sum hann ikki er so vanur við, og er sostatt verri fyri enn sínir útlendsku starvsfelagar. Tí undrar tað málstevnunevndina, at Kringvarp Føroya: - ikki hevur orðaðan málpolitikk - ikki hevur málsligan ráðgeva - ikki skipar fyri málsligum skeiðum - einki málsligt kjakting hevur - ikki slóðar fyri í málsligari menning Sambært nýggju kringvarpslógini liggja ávísar skyldur á herðum kringvarpsstjórans. Har verður sagt í 10. grein, ið víkur at public service-skyldum stovnsins: Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfókunum holla málsliga ráðgeving.44 Hetta týðandi brotið í lógini um kringvarp boðar greitt frá einum kravi um dygd á øllum tí, sum Kringvarpið sendir, og staðfest verður, at málið hevur ein týðandi leiklut í hesum sambandi. b. Móðurmálið hevur lyndi til at víkja í fjølmiðlunum Øll orka má verða løgd í at fáa málið at virka so væl, sum til ber. Tað gera vit ikki við at sleppa stýringini. Skal Kringvarpið framvegis vera okkara høvuðsmentanarberi, mugu vit seta málpolitisk krøv, sum eru í samsvari við tað, og skapa Kringvarpinum neyðugu umstøðurnar, til tess at tað kann røkja skyldur sínar. Skulu vit røkka munagóðum stigum, mugu setast eini 15-20 fulltíðarstørv á ymsum økjum í Kringvarpinum. Samstundis er neyðugt at uppstiga verandi starvshóp við í minsta lagi einum tíggjundaparti. Grundarlagið í flestøllum londum er, at almennu miðlarnir venda sær til borgararnar á móðurmálinum. Flest lond dragast eisini við spurningin, hvussu nógv av fremmandum máli kann verða blandað uppí og kortini ikki verða til ógagns fyri eins egna mál. Flestastaðni í Norðurlondum vísa kanningar, at móðurmálið víkur í miðlunum. At gongdin er tann sama í Føroyum er eyðsýnt. 44 Løgtingslóg nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp. 75 Í kjaksendingum, viðtalum, blaðgreinum, kjaktorgum á alnetinum o.tíl. nýta vit føroyskt. At miðlar á tann hátt røkka fólki, sum fáa høvi at siga, hvat tey halda um politikk og onnur evni, hevur søguliga sæð havt sín stóra týdning fyri at menna fólkaræðið. Spurningurin er, hvussu nógv tann føroyski parturin munar sammett við hini málini, ið bera okkum tíðindi, kunnleika og hugsanir. Hesin spurningur átti at verið granskaður gjølla. c. Stórar málsligar broytingar Frá byrjan í 1957 vóru allar sendingar í Útvarpi Føroya á føroyskum. Innihaldið var umhugsað, og málið var sum heild gott. Útvarpið var góð málslig fyrimynd og menti føroyskt mál týðiliga. Seinastu 15 árini er stór broyting farin fram á hesum øki. Nú eru umframt Útvarp Føroya tvær aðrar rásir komnar. Senditíðin er longd, sendingarnar hava broytt snið, arbeitt verður minni og minni við handritum, sent verður meira beinleiðis, og málnýtslan er nógv broytt. Fyrr var tað óhugsandi, at sent varð á øðrum máli enn føroyskum. Nú er heilt vanligt, at heilar sendingar eru á øðrum máli enn móðurmálinum. Ein heilan vetur hevur Útvarp Føroya sent eina tónleikasending, har verturin talar enskt, og sama sending heldur fram á øðrum ári. Í fleiri øðrum sendingum er útvarpsmálið ofta danskt: Føroyski verturin spyr á donskum, og svarað verður á donskum. 4. Tiltøk kosta Málstevnunevndin er samd um, at málsliga rákið í loftmiðlunum mennir ikki føroyskt mál, og neyðugt verður hjá landsmyndugleikunum at bøta um hetta. Nevndin mælir í hesum sambandi til fleiri tiltøk, ið kunnu venda gongdini. Nøkur av tiltøkunum kunnu verða sett í verk uttan stórvegis meirkostnað, t.d. tá ið mælt verður stovnunum til at orða stevnumið og gera mannagongdir í sambandi við málslig viðurskifti. Onnur tiltøk krevja, at munandi upphæddir verða játtaðar, eitt nú tá ið ræður um at seta á stovn neyðugar útbúgvingar á økinum. a. Føroysk fjølmiðlaútbúgving Skal munagóðum stigum verða rokkið á málpolitiska økinum, gerst neyðugt at útbúgva fjølmiðlafólk okkara í føroyskum viðurskiftum, í mentan og í máli. Skotið verður upp, at tílík útbúgving verður skipað sum tvey ára master-útbúgving (120 ECTS), ið verður løgd oman á eina bachelor-útbúgving, á Fróðskaparsetri Føroya. Master-útbúgvingin kundi t.d. verið tvíbýtt í eina miðlaútbúgving og eina samskiftisútbúgving, har miðlaútbúgvingin leggur størri dent á ta tøkniligu síðuna, meðan samskiftisútbúgvingin leggur størri dent á tað ástøðiliga í samskiftinum. Avgerandi í hesum sambandi er, at Fróðskaparsetrið fær umstøður at fyrireika og bjóða undirvísing í teimum neyðugu skeiðseindunum (modulunum), ið kravd verða í sambandi við slíka útbúgving. Týðandi partur av innihaldinum í hesum skeiðum skal vera føroyskt mál, mentan og samfelagsviðurskifti, har uppií politikkur og løgfrøði. Útbúgvingin verður sostatt førleikagevandi á universitetsstigi, og møguleikar verða givnir, til tess at fólk kunnu fara undir granskingarlestur aftan á lokna útbúgving, skuldi áhugi verið fyri tí. Ein útbúgving sum henda hevði bøtt munandi um dygdina á øllum fjølmiðlaøkinum í Føroyum, bæði yrkisliga og málsliga. Harumframt hevði føroyska samfelagið sum heild verið nógv betur ført fyri at taka ímóti teimum stóru avbjóðingum, ið alheimsgerð og millumtjóðasamskifti seta. 76 b. Sjónvarp, filmar og annað sjónborið tilfar Mett verður í londum kring okkum, at stívliga 80% av fólkinum hyggur at sjónvarpi einar tveirtríggjar tímar hvønn dag. Aðrir miðlar sum t.d. alnetið hava ikki broytt hetta tal stórvegis. Okkum kunnugt eru hesi viðurskifti ikki kannað til lítar her. Men helst er mynstrið tað sama. Føroyingum stendur í boði hvønn dag at síggja filmar - mest amerikanskar og bretskar við donskum tekstum, enskar og norðurlendskar undirhaldssendingar, heimildarsendingar við enskari ella danskari talu og ein hálvan tíma við tíðindum, sum fyri ein part eru á føroyskum fyri ein part á enskum ella øðrum fremmandum málum. Ongar sendingar til vaksin verða tekstaðar til føroyskt. Filmar, ið sýndir verða í biografunum, hava danskan tekst. Umframt filmssøgurnar, sum gera heimin sjónligan, gera fortíð og samtíð so týðiliga gjøgnum orð og livandi myndir, fæst alsamt meira sjónborið tilfar sum sjónfløgur (DVD), alnet, telduspøl og fartelefonir. Hesir miðlar hava serstakliga stóran týdning fyri børn og ung og eru týðandi mentanarberar. Tilboðið frá sjónvarpi til børn er ómetaligt. Í SvF fær ein partur føroyska talu, sum sjónleikarar leggja oman yvir útlendsku taluna. Men útboðið er stórt, og børn sita og hyggja at filmum á øðrum málum enn føroyskum - kanska oftast á donskum. Størstu mentanarberar í Føroyum eru sostatt grundaðir á annað mál enn føroyskt. Málið er annaðhvørt danskt ella enskt. At tað hevur álvarsligar avleiðingar fyri føroyskt er væntandi. Nevndin mælir til, at hesi viðurskifti verða kannað longu nú. c. Tekstur á filmar og sjónvarpssendingar Vert er at spyrja, hvønn týdning tað man hava at teksta filmar og sjónvarpssendingar? Í undirvísingarpartinum frammanfyri er víst á, at ung fólk lesa ov lítið, helst lítlan skaldskap, fáar skaldsøgur. Men verður hugsað á annan hátt, kann verða komið til hesa niðurstøðu: Tey ungu, ið bara lesa t.d. tvær skaldsøgur um árið, lesa sama ár tíggjufalt tvær skaldsøgur sum undirtekstir á filmum og sjónvarpssendingum á donskum. Ungir føroyingar kundu sostatt lisið fleiri ferðir so nógv føroyskt, um filmar vórðu tekstaðir. Var veruligt góðs í teimum týðingunum og teimum tekstum, ið standa á skíggjanum, høvdu teir veruliga munað. At hoyra eina enska orðing og síggja hana væl týdda til føroyskt samstundis hevði kunnað gjørt ómetaligan mun í málsligu menningini. Á hesum øki er tað altíð føroyskt, ið haltar - góðir týðarar kundu gjørt stóran mun í hesum sambandi. Tí eiga játtandi myndugleikar sum skjótast at seta sær fyri at fáa bøtt um á hesum øki. Við einari serstakari játtan upp á einar 3 milliónir krónur árliga, kundu allar útlendskar sjónvarpssendingar verið týddar til føroyskt og tekstaðar. Hetta hevði eisini verið fólki við hoyribreki ein góð hjálp. Aftur at hesum kundu einir 5-10 av teimum týdningarmestu filmunum, ið sýndir verða árliga í føroysku biohøllunum, verið týddir og tekstaðir. Hetta hevði fyrst av øllum verið við til at styrkt støðuna hjá føroyskum sum heild. Harnæst hevði hetta styrkt hugburð og áhuga fyri føroyskum munandi millum tey ungu, umframt økt medvit og málsligan førleika. 77 d. Villur í miðlunum ørkymla Nógv av tí teksti, sum tey ungu hava fyri eygunum - á alnetinum og í bløðunum - er ikki væl skrivaður tekstur. Nógvar villur eru, skeivar bendingar, málbygnaðurin er ikki góður og orðingarnar ofta hálvbrotnar. Á føroyska vevmátingarlistanum45 sæst, at vikuna 17.-23. september 2007 var vitjanatalið á tíggju teimum mest vitjaðu síðunum úr 3.334 upp í 47.133. Millum hesar síður eru øll vikubløðini í Føroyum. Stakroyndir, sum Málstevnunevndin hevur gjørt níggju fyrstu mánaðirnar í 2007, sýna, at, um vit rokna við einum ári, liggja á heimasíðunum: a. hjá trimum tíðindamiðlum, ið ikki verða riknir við almennum stuðli, í miðal (Dimmalætting, Vikublaðið og Norðlýsið): Málsligar villur 22.630 Rættskrivingarvillur 23.725 Teknvillur 19.345 Villur tilsamans 65.700 b. hjá miðlinum, ið alment partafelag rekur (Portalurin): Málsligar villur 30.660 Rættskrivingarvillur 16.425 Teknvillur 12.045 Villur tilsamans 59.130 Tað er eyðsýnd andsøgn í tí, at skriftmálið í skúlanum verður kannað væl og virðiliga, men tann tekstur, sum næmingar og fólk yvirhøvur lesa avgjørt mest av, ikki verður tikin upp á tungu. Okkum tørvar kunnleika um, hvørja ávirkan góðska og dygd í sambandi við tekst hevur. Vit halda tí, at tað er umráðandi, at tað almenna tekur ábyrgd av hesum og kannar henda spurningin. Tað er sera ørkymlandi fyri tey, ið skulu læra seg málið, at miðlarnir ikki ansa betur eftir, at málsligi búnin er í lagi. Hetta er galdandi fyri einskildu miðlarnar eins væl og teir almennu. 5. Fjølmiðlar hava málpolitiskan týdning. Skal móðurmál okkara standa seg og mennast, mega vit hava breitt og ymisligt fjølmiðlatilfar á góðum máli. Miðlarnir hava týdning fyri at varðveita og menna eina tilvitsku um tað, ið føroyskt er - ein tilvitska, sum í longdini er fortreytin fyri, at bæði tjóðin og móðurmálið kunnu draga undan. 45 Fyritøkur/einstaklingar mugu melda til, skulu tey mátast á vevmátingarlistanum - http:// www.vevmatingarlistin.gallup.fo 78 Tá ið ræður um mentanarliga tilvitsku og tað, ið føroyskt er, verður ikki hugsað um nakað, ið er avbyrgt frá ávirkan uttaneftir, men samvirkar við rák og innstøkk uttaneftir. Skal okkara egna ikki kódna í ávirkanini, mugu vit brúka serkunnleika og pening til tess at styrkja tað. Ætlanir um, hvussu føroyskt verður betur røkt og brúkt í fjølmiðlunum, er setningur hjá landsmyndugleikum. Tað er ein andsøgn, at somu myndugleikar, sum árliga brúka 754 milliónir kr. til undirvísing og gransking46, ikki játta eina krónu til miðlaøkið, sum tískil - sum er - ikki tykist hava møguleika at greiða tann setning, ið ásettur verður í omanfyri nevndu 10. grein í Kringvarpslógini. 6. Hvat halda fjølmiðlarnir sjálvir um málsligu støðuna? Sambært samrøðunum, ið nevndin hevur havt við ábyrgdarfólk á fjølmiðlaøkinum, er at kalla semja millum fjølmiðlafólk um: - at málið eigur at verða raðfest fremri. at fjølmiðlafólk eiga at fáa málsliga eftirútbúgving at skipað almenn ráðgeving skal verða til taks at málsligir leiðbeinarar/ráðgevar áttu at tikið málsligar veikleikar upp til viðgerðar saman við fjølmiðlafólki at evsti myndugleikin má tora at siga, hvat "gott føroyskt" er at amboðini, sum tað almenna eigur at útvega, eru ikki nóg góð - hugsað verður um talgildar orðabøkur, rættstavarar o. tíl. Við tí hugburði til málið, ið kemur til sjóndar í samrøðunum, ber til at fara til verka og arbeiða fram ímóti stórum broytingum. 46 Heimild: http://www.fmr.fo 79 Fjølmiðlar - tilmæli * Tá ið fjølmiðlar eru almennir, mugu almennir myndugleikar seta útgreind, málslig krøv til stovnarnar. Fjølmiðlunum verða tryggjaðar umstøður at virka fyri dygdargóðari upplýsing á høgum mentanarligum og málsligum stigi. * Tá ið fjølmiðlar eru almennir, mugu almennir myndugleikar seta krøv til útbúgving hjá teimum, ið starvast í almennu miðlunum. * Allir fjølmiðlar orða stevnumið, ið skulu virka fyri at menna og fremja málsliga dygd. * Tvey ára master-útbúgving í samskifti og miðlum verður sett á stovn á Fróðskaparsetri Føroya. * Eftirútbúgving í føroyskum máli skal standa øllum fjølmiðlafólkum í boði. * Kringvarp Føroya setur útbúnan málráðgeva at leiðbeina í málsligum spurningum og annars hava eftirlit við, at samtyktu stevnumiðini um málnýtsluna á stovninum verða fylgd. * Kannað verður, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri føroyskt, at størstu mentanarberar eru grundaðir á annað mál enn føroyskt. * Kannað verður, hvørja ávirkan góðska og dygd í sambandi við tekst og mál í fjølmiðlunum hava á málnýtsluna. * Játtaður verður peningur, sum verður markaður til at týða og teksta útlendskar sendingar í Sjónvarpinum. * Alment viðurkend heiðursløn verður latin tíðindafólki fyri at røkja og ríka málið. 80 VII - Vinna, arbeiðsmarknaður og mentanarlív Í vinnu og á arbeiðsmarknaði er samskiftismálið at kalla føroyskt burturav. Vit eiga tó at hava í huga, at útlendsk mál í ávísan mun troka seg inn á fleiri øki, har føroyskt higartil hevur verið at kalla einaráðandi. Hugsað verður um vinnu- og arbeiðsmarknaðarøkið í Føroyum, ikki bert tá ið tað snýr seg um samskifti og samstarv við aðrar tjóðir, men eisini tá ið samskift og samstarvað verður í Føroyum. 1. Vinna og arbeiðsmarknaður Áðrenn farið verður undir at greina hesar spurningar nærri, verður heilt stutt sagt frá, hvat vinna og arbeiðsmarknaður í hesum sambandi fevna um. a. Vinna, handil og tænastur Vinnan fevnir um virki, handlar, fyritøkur og einskildar stovnar, sum byggja sítt virksemi á fríu marknaðarkreftirnar, umframt alt virksemi teirra, sum røkkur almenninginum. Arbeiðsmarknaðurin fevnir um arbeiðsmegina, umframt teir persónar og felagsskapir, ið eru knýttir at marknaðinum sum heild og at teimum einstøku fyritøkunum serstakliga. Flest teirra, sum varða av føroyskum vinnulívi og arbeiðsmarknaði, skilja á ein hátt, at á teimum liggur ein ávís málslig samábyrgd. Spurningurin er bert, hvussu langt henda ábyrgd í roynd og veru røkkur. Her á landi er tó skilabest og hóskiligast at nýta føroyskt í dagliga samskiftinum. Líkt er til, at hetta ikki altíð ber til. Í sambandi við skeið og eftirútbúgvingar, sum virki og stovnar skipa fyri í Føroyum, sæst í stóran mun, at útlendskt mál (serliga danskt) verður nýtt sum undirvísingar- og umrøðumál. Ætlanin við hesum viðmerkingum er ikki at nokta útlendskt mæltari frálæru á skeiðum og eftirútbúgvingum í Føroyum. Heldur skal hetta verða at síggja sum ein roynd at vísa á tørvin á støðisfestum máltøkniarbeiði at fáa til vegar føroysk yrkorð á øllum økjum í samfelagnum. Tá ið kunnað verður í føroyska samfelagnum á vinnulívs- og arbeiðsmarknaðarøkinum, er føroyskt greitt tað best hóskandi samskiftismálið. Kanningar benda á, at eisini sum vaksin bæði hugsa og læra vit best á móðurmálinum.47 Tó ber verri enn so altíð til at kunna um týðandi viðurskifti á móðurmálinum. Stórur partur av upplýsing og kunning í sambandi við marknað og nýtslu fer fram á útlendskum málum. Vørulýsingar og leiðbeiningar eru at kalla allar á útlendskum. Vinnan hevur ført fram, at tað er torført fyri ikki at siga ómøguligt at seta stórvegis orku av til at týða allar nýggjar vørulýsingar og leiðbeiningar til føroyskt, tí broytingarnar á hesum økjum eru so bráðar og víðfevndar. Á yvirskipaðan hátt kundi verið roynt at kunnað og leiðbeint meira á føroyskum á vinnu-, handilsog arbeiðsmarknaðarøkinum. Føroysku bløðini og miðlarnir sum heild hava stóran týdning í hesum sambandi, og handlar og virki, ið selja útlendskar vørur og tænastur í Føroyum, eiga at halda á við at lýsa og kunna um hesar vørur og tænastur á føroyskum. Somuleiðis kundu upplýsandi faldibløð og leiðbeiningar í enn meiri mun verið orðað á føroyskum, serstakliga tá ið nógvir brúkarar verða 47 Norsk i hundre, s. 107 81 kunnaðir um tað sama. Tænasta er vorðin ein alsamt týdningarmeiri liður í kappingini millum virkini, og í tí sambandi er kunning og upplýsing á móðurmálinum ein stórur fyrimunur. Ein trupulleiki, sum føroysk virki og fyritøkur ikki sleppa uttanum, er, at eindirnar eru smáar. Hetta ger eisini vart við seg, tá ið ræður um at velja samskiftismál. Sjálvsagt er, at føroyskt verður nýtt í dagliga samskiftinum, men tíðum síggja vit, at útlendskt mál (danskt og/ella enskt) verður nýtt, eina mest á prenti í handlum, men eisini í øðrum fyritøkum og stovnum kring landið, t.d. í bíðirúmum, viðtaluhølum og har ymisk leiðbeining og ráðgeving fara fram. Ikki er óvanligt at síggja uppsløg á donskum máli í handlum og sølubúðum, eins og vanligt er at síggja keypskvittanir prentaðar á donskum. Vinnan vísir á, at hjá teimum smáu virkiseindunum kann tað vera torført at seta nóg nógva orku av til tess at røkta málsligu uppgávurnar til fulnar. Tó eru fyritøkur, sum greitt síggja fyrimun í at lýsa við uppsløgum á føroyskum. Tøkniligu møguleikarnir at gera snotilig uppsløg, ið ikki nýtast at kosta nógv, eru hjá teimum flestu vorðnir høgligari seinastu árini, og fleiri handlar og virki nýta møguleikan at gera síni egnu uppsløg á føroyskum Føroysk vinnuvirki tykjast sum heild ikki at hava fingið sær ein orðaðan málpolitikk. Tá ið tey munnliga verða spurd um hetta, siga fleiri teirra, at tey kundu hugsað sær at havt ein orðaðan málpolitikk, tí tørvurin ger vart við seg av og á. Onnur, sum verða spurd, hava ongar ætlanir um at orða málpolitikk. Málspurningar verða í staðin loystir, so hvørt sum teir stinga seg upp. Útlendskur ognarpartur í føroyskum feløgum ger, at eitt nú nevndarfundir í hesum feløgum verða hildnir á enskum ella donskum máli. Somuleiðis er alsamt vanligari, at skjølini í sambandi við fundirnar eru á enskum. Óivað verða mannagongdir sum henda oftari at síggja í framtíðini, og møguleiki er tí fyri, at føroyskt verður fyri økismissi meira enn higartil á hesum øki. Millum tær vinnufyritøkur í Føroyum, sum hava flest fólk í starvi, eru Tórshavnar Skipasmiðja, Faroe Seafood og SMS. Tórshavnar Skipasmiðja, sum hevur umleið 300 fólk í starvi, upplýsir, at tey hava ongan orðaðan málpolitikk, men at tey kundu hugsað sær at havt ein slíkan. Tað kemur fyri, at brøv og skriv verða send, sum kundu verið rættlisin betur, og tí hevði verið gott at havt mannagongdir at hildið seg til. Faroe Seafood, við umleið 900 fólkum í starvi, upplýsir, at tey ongan orðaðan málpolitikk hava, og at tey heldur ikki hava ætlanir um at orða ein. Í Faroe Seafood starvast nógvir útlendingar, og samskiftið við teir fer mest fram á enskum. Tó verður eisini samskift á norðurlendskum málum. Annars er samskiftismálið fyrst og fremst føroyskt, harnæst enskt, og síðan danskt. Danskt verður nýtt, eina mest tí at vøra verður avskipað gjøgnum Danmark. Seinastu mongu árini hava nevndarfundir verið hildnir á enskum, tí bæði spaniólar og íslendingar eru við í nevndini. Harumframt er at siga, at reglugerðir og leiðbeiningar, ið siga frá, hvussu ymsu vørurnar skulu framleiðast, verða umsettar til føroyskt. SMS upplýsir, at tey hava ongan orðaðan málpolitikk. Tó er komið við í nýggju avtalurnar við handlarnar í SMS, at teir skulu nýta føroyskt sum lýsinga- og samskiftismál. Tey hava havt trupulleikar av at týða vøruúrvalið í matstovuni Burger King til føroyskt, og tí er hetta ikki gjørt. Ofta eru fyristøðufólkini í handlunum hjá SMS danir, og tey hava ikki altíð havt nóg góðan kunnleika til føroyskt mál. Tó fáa tey altíð at vita frá leiðsluni, at samskiftismálið er føroyskt, eisini tá ið skelti verða sett upp í handlunum. Nevndarfundirnir í SMS verða vanliga hildnir á donskum. Tilfarið, sum verður sent nevndarlimunum, er á donskum, men tað hendir seg, at eisini enskt verður nýtt á fundunum. Ongar reglur eru fyri hesum, men verður lagað eftir, hvør ið situr í nevnd. 82 Framvegis er ein stórur partur av handilsliga lýsingatilfarinum, sum verður sent í hvørt hús í landinum, á donskum máli. M.a. hetta er við til at máa støðið undan føroyskum málrøktararbeiði, sum bæði føroyskar lýsingafyritøkur og móðurmálsundirvísingin í skúlunum standa fyri. Eisini ger hetta danskmælta lýsingatilfar seg óneyðuga inn á fólk, tí fleiri eru tey, sum halda tað vera ósømiligt og ágangandi, at føroyskir handlar og virki snúgva sær til landsins borgarar á donskum. Vórðu tey danskmæltu lýsingabløðini týdd og prentað á føroyskum, áðrenn tey vórðu send í hvørt heim í landinum, hevði tað verið vinningur fyri føroyska málið. b. Arbeiðsmarknaður Málspurningurin fevnir eisini um áhugafeløgini á arbeiðsmarknaðinum, ið hava nógvar einstakar limir, sum javnan verður samskift við. Feløgini kunna limirnar eina mest við heimasíðum á føroyskum. Eisini er kunning um feløgini á enskum á heimasíðunum hjá summum teirra. Føroyskt er fyrsta samskiftismál hjá feløgunum. Hjá verkafeløgunum er annað mál, ið nýtt verður, danskt, síðan kemur enskt. Hetta kemst serliga av, at millumtjóðasamskifti í mestan mun er í norðurlendskum høpi. Tí er málið danskt ella annað norðurlandamál, tá ið hesi feløg eru á ráðstevnum uttanlands. Hjá arbeiðsgevarafeløgunum er ráðstevnumálið, ið nýtt verður á millumtjóðastigi, javnt býtt millum danskt og enskt, men tað enska hevur lyndi til at vinna á donskum. Hetta tykist eisini vera gongdin á flestum økjum í sambandi við millumtjóðasamskifti. Málið hevur stóran týdning fyri viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum og í vinnulívinum sum heild. Tað fær alsamt størri týdning fyri øll tey, sum ætla sær fram í vinnuni, at málførleikin er góður. Málførleikin hevur ávirkan á inntøkugrundarlagið, eins og hann hevur stóran týdning fyri, hvørja ávirkan og samavgerð fólk hava í egnum og samfelagsins viðurskiftum. Samskiftis- og flutningsumstøðurnar eru vorðnar so góðar og ómakaleysar, at flutningur av arbeiðsmegi millum lond - eisini lond, ið eru fjart hvørt frá øðrum - gerst einfaldur og lættur, eins og fór hetta fram í landinum sjálvum. Hetta hevur sjálvsagt ávirkan á málsligu viðurskiftini í avvarðandi londum. Enn hava vit ikki merkt nakran trupulleika av hesum. Tó verður mælt til, at gjørdar verða greiðar mannagongdir, so at vit sleppa undan at seta í gildi eitt nú enskt sum virkismál í heilsu- og sjúkrarøktini ella á teimum størru føroysku arbeiðsplássunum, um eitt vaksandi tal av útlendingum skuldi komið higar at arbeiða. Umráðandi er, at virkini allýsa tær umstøður, ið eru serstakt galdandi, har nógvir útlendingar, ið ikki duga ella skilja føroyskt, eru í starvi ella kunnu væntast at koma í starv. Eingi hagtøl eru, sum kundu sagt okkum, í hvønn mun ella á hvørjum stigi í teimum føroysku fyritøkunum annað mál enn føroyskt verður brúkt sum arbeiðsmál. Okkara meting er, at hetta næstan ikki kemur fyri. Á føroyska arbeiðsmarknaðinum og í vinnulívinum sum heild er samskiftismálið føroyskt. Tó kenna vit dømi frá ymsum arbeiðsplássum, har føroyingar - oftast í eitt avmarkað tíðarskeið - mugu samskifta á útlendskum máli, eina mest donskum og enskum, við starvsfólk, ið nýliga eru sett. Hetta hevur ikki verið mett sum nakar størri vansi, tí sum heild eru føroyingar, í hvussu so er fólk á miðjum aldri og yngri, væl fyri málsliga og tosa og skilja danskt at kalla til lítar. Øðrvísi kann støðan vera hjá útlendingum, sum hava búð í Føroyum í rúma tíð og lært seg føroyskt, men sum ikki duga danskt. Eisini er at nevna ta politiskt tilvitaðu mótstøðuna, ið kann standast av, at móðurmálið má víkja fyri øðrum málum í egnum landi, sum t.d. tá ið lýsingabløð á donskum verða borin ókeypis út í hvørt hús í landinum, ella tá ið neyðugt er at tala danskt ella annað fremmant mál við starvsfólk á almennum stovnum í Føroyum. 83 c. Vinna, arbeiðsmarknaður og altjóðagerð Saman við gransking og hægri útbúgvingum eru vinnulív og arbeiðsmarknaður tey øki í samfelagnum, har altjóðagerðin er komin longst. Stórar føroyskar fyritøkur, ið eru skrásettar á partabrævamarknaðum uttanlands, velja sær í høvuðsheitum enskt ella danskt sum samskiftismál, eitt nú tá ið tær kunna um íløgumøguleikar. Í vinnuni eru ynski frammi um at lata føroyska arbeiðsmarknaðin upp fyri útlendskari arbeiðsmegi meira enn higartil. Alt hetta fer at økja um tørvin á at seta í verk yvirskipað málpolitisk tiltøk, sum hava til endamáls at byrgja fyri, at føroyskt verður fyri økismissi. Umráðandi er tí, at hesi øki verða raðfest frammarlaga í framtíðar málpolitiska arbeiðinum. Spurningurin um málsligu støðuna hjá tilflytarum í Føroyum, sum ikki eru av norðurlendskum uppruna, eigur at verða lýstur serstakt. Hesi fólk eiga at hava rætt og møguleika at læra seg føroyskt, samstundis sum teirra egna mál fær sømdir og umstøður at mennast. Á hesum øki er umráðandi at gera mannagongdir, sum eru greiðar og einfaldar at umsita, og sum kortini taka allar týðandi staklutir við. Føroyskar fyritøkur senda kunnandi tilfar til viðskiftafólk í Føroyum á donskum máli. Dømi um hetta er bræv, sum Eik Banki sendi viðskiftafólkum í Føroyum í november 2007. Hevði bankin havt ein orðaðan málpolitikk, var sloppið undan teirri órógv og ørkymlan millum viðskiftafólkini, ið brævið elvdi til. d. Greiðar skeiðslýsingar á føroyskum Fyri vinnuna er tað umráðandi, at samskifti kann fara fram ótarnað. Kvikleikin á marknaðinum hevur alt at siga, skulu virkini standa seg í kappingini. Sjálvsagt hevur hetta sína ávirkan á málið og málnýtsluna. Sama er galdandi fyri ein stóran part av tí eftirútbúgvingar- og menningarvirksemi, sum fer fram í vinnuni og á arbeiðsmarknaðinum. Skeið og fundir verða hildnir við útlendskum skeiðshaldarum, og føroyingar nýta fremmant mál á hesum skeiðum og fundum. Slíkt virksemi er farið fram í langa tíð, men vaksandi tørvurin á eftirútbúgving og førleikamenning ger, at hetta virksemið fer at økjast í framtíðini. So at siga alt tað, sum vit brúka av tøkni, búnýtum og øðrum hentleikaamboðum, verður innflutt, og eisini á hesum øki er vandi fyri, at føroyskt verður fyri málmissi. Umráðandi er tí, at tey, ið skipa fyri skeiðum og fundum, har útlendskir skeiðs- og fyrilestrahaldarar eru høvuðsmegin, lýsa tiltøkini so væl og gjølla sum til ber á føroyskum, bæði frammanundan og tá ið tiltøkini verða hildin, eitt nú við at týða útlendska skeiðstilfarið ella partar av tí til føroyskt. e. Leiðbeiningar á føroyskum ella útlendskum? Sambært Arbeiðsumhvørvislógini, ið er frá 2000, skulu tey, sum útvega og umvæla tól og útgerð, og ráðleggja øðrum í sambandi við amboð, maskinur, útbúnað o.a.m., lata neyðugar og lætt skiljandi leiðbeiningar um nýtslu, umsiting, flutning og uppseting fylgja við, tá ið lutirnir verða útflýggjaðir. Eisini verður sagt í Arbeiðsumhvørvislógini, at landsstýrismaðurin (við vinnumálum) kann áseta reglur um nýtslu og flutning av tilfari, herundir, at tøknilig dátubløð o.tíl., frá teimum sum framleiða og flyta inn evni og tilfar, skulu innihalda allar upplýsingar um tey. 84 Arbeiðseftirlitið kunnar arbeiðspláss um, hvussu tey skulu fara fram í sambandi við arbeiðsumhvørvi. Kunnað verður eisini um dátubløð, ið siga frá evnum og tilfari. Mælt verður til, at hesi dátubløð skulu vera á føroyskum máli, men Arbeiðseftirlitið góðtekur eisini danskt. Høvuðsreglan er: fyrst føroyskt, síðan danskt. Dátubløð og leiðbeiningar skulu helst vera á føroyskum, men tað kann tó koma fyri, at danskt eisini verður góðtikið. Í hesum sambandi skal verða víst til Kunngerð um evni og tilfar frá 2001, har sagt verður, at um annað ikki er tilskilað ella stjórin fyri Arbeiðseftirlitið hevur ásett annað, skal leiðbeiningin verða orðað á føroyskum ella donskum. Í spurningum sum hesum er tað av størsta týdningi, at tey, ið skulu lesa hesar leiðbeiningar og dátubløð, greitt skilja tað, ið sagt verður, og at tað verður orðað soleiðis, at ein og hvør brúkari skilur tað rætt. Her er tað, at týdningurin av einum lættlisnum og greiðum føroyskum máli eigur at verða undirstrikaður. f. Kunningartøkni At menna og framleiða kunningartøkni er ein vinnuvegur, sum allar heimsins tjóðir kunnu vera við í - summar við størri fyrimuni enn aðrar, fyrst og fremst tær, sum hava enskt mál sum starvsmál og høvuðsmarknað. Stórar upphæddir eru lagdar í gransking og útbúgving í sambandi við kunningartøkni, og oftast eru tað stórar einskildar fyritøkur, sum ganga á odda. Enskt mál er ráðandi á hesum øki, eins og meginparturin av øllum ritbúnaði hevur sín uppruna í enskum ella ameriskum máli. Nógv orka verður løgd í at týða enskmæltan ritbúnað til onnur mál. Sum dømi kann nevnast, at flest vanlig forrit, ið stórur partur av fólkinum nýtir dagliga, eru týdd til skandinavisk mál. Bæði í Íslandi og í Noregi í sambandi við nýnorskt verður strongt á at gera nýtaramótini á egnum máli. Uppgávan er krevjandi, men verður mett at hava stóran týdning fyri málini, so at tey ikki verða fyri missi á hesum týðandi øki. Her skal nevnast, at KT-depilin - ið er stovnur undir Mentamálaráðnum - hevur arbeitt við at týða ta kanadisku samskiftisskipanina FirstClass til føroyskt. Tílíkt arbeiði er tíðarkrevjandi, men av stórum týdningi fyri føroyska málið, tí her hevur føroyskt møguleika at vinna øki. FirstClass hevur í fleiri ár verið nýtt í almennu føroysku skúlasamskiftisskipanini fyrst og fremst við donskum og enskum nýtaramóti. Eitt annað og kanska meira týðandi frambrot á samskiftisøkinum er fartelefonin. Saman við teldutøknini og alnetinum hevur fartelefonin við sínum mongu hentleikum havt stóra ávirkan og broytt teir siðbundnu samskiftishættirnar. Sms-mál verður sagt at vera skrivað talumál. Er tað rætt, kunnu vit lættliga ímynda okkum, at sms-málið fer at ávirka skriftmálið hjá teimum ungu, sum vaksa til og sum brúka sms-mál dagliga. Umráðandi er í hesum sambandi, at avvarðandi myndugleiki er tilvitaður um støðuna, og mælt verður til, at kanningar verða gjørdar, sum kunnu lýsa hesi viðurskifti gjølla. Tey, sum í framtíðini fara at keypa sær fartelefon, skulu hava møguleika at velja føroyskt nýtaramót og føroyskar stavir, eins og føroyskar orðabøkur eiga at verða lagdar inn á fartelefonirnar, sum stuðla stavsetingini og lættir um sms-ingina. Alnetið og fartelefonin eru vorðin ein týðandi táttur í okkara mentanarliga virksemi, serstakliga millum tey ungu. Samstundis ber til at vísa á, at tað er ungdómurin - meira enn nakar annar av aldursbólkunum - sum leggur grundina undir framtíðar málbroytingar. Harumframt eigur at verða nevnt, at stuttleikaídnaðurin, sum vendir sær burturav til føroyingar á útlendskum máli, styrkir sína støðu í føroyska samfelagnum, so hvørt sum tøknin gerst framkomnari. Eftir er bert at vóna, at 85 møguleikarnir at gera føroyskar undirhaldsframleiðslur gerast betri, so hvørt sum framkomna tøknin gerst atkomuligari. Tó skulu vit ikki rokna við, at hesar - ofta kostnaðarmiklu - framleiðslur fara at verða sjálvfíggjandi. Tí verður mælt til, at tað almenna í ávísan mun letur stuðul til dygdargóðar verkætlanir, ið hava til endamáls at menna og seta gongd á føroyskar undirhaldsframleiðslur bæði til børn og vaksin. Hugsað verður um telduspøl, filmar og margmiðlaframleiðslur, t.d. sjónbandaløg, yrkingalist, leiklist o.a., sum kundu havt serstakan áhuga fyri føroyskan ungdóm og samfelagið sum heild. Tílíkar verkætlanir og útgávur fara altíð so ella so at lynna undir mentanarliga tilfeingið og skapandi listina sum heild og soleiðis vera við til at styrkja støðuna hjá málinum. g. Brúkaraupplýsing Eisini hevur málið stóran týdning í sambandi við rættindi brúkaranna, tá ið ræður um keyp og sølu. Umráðandi er, at brúkarin verður væl kunnaður um tær vørur og tænastur, honum standa í boði, og ávíst er, at kunning á móðurmálinum virkar best. Áhugavert er at hyggja eftir, hvussu fram verður farið í sambandi við brúkarakunning og -upplýsing í Føroyum. Á heimasíðuni hjá Brúkarasamtakinum finna vit ein hóp av upplýsandi tilfari um brúkaraviðurskifti av yvirskipaðum slag. Har verður m.a. víst á týdningin av at hava ein væl orðaðan almennan brúkarapolitikk. Somuleiðis er yvirlit við lógum og reglugerðum, ið viðvíkja brúkaramálum. Skjótt sæst, at hesar lógir og reglur í mestan mun eru á donskum og enskum máli og galda bert í Danmark ella ES. Her síggja vit, at ein sjálvboðin felagsskapur hevur sett sær stór mál fyri, ið fyrst og fremst hava til endamáls at verja áhugamál brúkaranna við eitt nú at virka fyri, at almennur brúkarapolitikkur verður settur í verk við almennum brúkarastovni. Í hesum sambandi er lætt at hugsa sær, at føroyskt mál kann vinna øki, um almenn brúkarakunning verður styrkt. Brúkarakunning og -upplýsing viðvíkur øllum samfelagsbólkum eins væl og øllum aldursbólkum, og tí er eyðsýnt, at framstig á hesum øki eru við til at styrkja støðuna hjá føroyskum máli. Vinna og arbeiðsmarknaður - tilmæli * Virki og fyritøkur, sum í ávísan mun hava alment samskifti, orða málstevnur. * Vinnu- og handilsfyritøkur nýta føroyskt mál, tá ið kunnað og upplýst verður á føroyska marknaðinum. * Umstøðurnar at læra seg føroyskt hjá útlendingum, ið koma til Føroya at arbeiða í styttri ella longri tíðarskeið, verða bøttar og lagdar í fastar karmar. * Virkað verður fyri at gera nýtaramótini á teldum og fartelefonum á føroyskum máli. * Virkað verður fyri at leggja føroyskar orðabøkur inn á fartelefonirnar. * Almenna brúkarakunningin á føroyskum verður styrkt. 86 2. Mentanarlív og -virki Støðan hjá føroyskum máli á mentanarpallinum í Føroyum tykist vera í stórari menning. Nógv verður givið út bæði av teksti og tónleiki, og uttan mun til hvaðan íblásturin til útgávurnar kemur, ella hvat tað er, sum verður miðlað og borið fram í hesum útgávum, so hevur hetta stóran týdning fyri mentan og mál okkara. Føroyskt bókmentamál finna vit í fyrstu atløgu í kvæðunum. Tey vórðu ikki niðurskrivað fyrr enn seint í 18. øld eftir at hava livað á mannamunni í eini 3-400 ár. Kvæðauppskriftirnar frá 18. og 19. øld eru grundarlagið undir málsøgugransking okkara, og nógvar beinraknar og væl kendar máliskur og tiltøk finna vit aftur í elstu kvæðunum. Men gamla kvæðamálið er neyvan tað mál, sum hevur størstu ávirkanina á gerandismál okkara nú á døgum. Kortini eru føroyskir høvundar, sum nýta máltilfeingi úr kvæðunum miðvíst í sínum tekstum. Á ein hátt kunnu vit siga, at kvæðaskaldskapurin er elsta og fremsta tilfeingi undir málskipan okkara, soleiðis sum hon er greinað, og kvæðini eru ein meginkelda í arbeiðinum at menna føroyskt skriftmál. Teir elstu tekstirnir, sum vórðu prentaðir og útgivnir á føroyskum, eru Sjúrðarkvæðini, sum danin H.C. Lyngbye savnaði partar av í 1817 og sum J.H. Schrøter prestur í Suðuroy eftir áheitan Lyngbyes savnaði og sendi honum á føroyskum í 1819. Tey vórðu útgivin í bók 1822 á føroyskum og við danskari týðing, sum Lyngbye sjálvur stóð fyri. Longu árið eftir, í 1823, kom Evangelium Sankta Matthæussa út á bæði føroyskum og donskum í týðing eftir J.H. Schrøter. Føroysku kvæðauppskriftirnar úr 18. og 19. øld høvdu ómetaligan týdning fyri alt tað, sum seinni spratt í føroyska bókagarðinum. Eitt var, at tær vóru við til at leggja lunnar undir føroyska skriftmálið. Tær høvdu eisini stóran týdning fyri ta bókmentaligu blómingina, sum tók seg upp saman við tjóðskaparrørsluni seinnu helvt av 19. øld og helt á langt upp í 20. øld. Millum 1886 og 1891 kom verkið Færøsk Anthologi I-II út við yvirliti yvir føroyska landafrøði, landnámið, søgu, lívsumstøður fólksins, mentanarlívið og føroyska málið, umframt ein mállæra, kvæði og tættir, nýggjar yrkingar, orðtøk og sagnir, bíbliutekstir, fólkalívsmyndir, rættskrivingarroyndir og ljóðskriftarroyndir. Seinna bind av Færøsk Anthologi er eitt 430 síður stórt orðasavn, umframt 30 síður við fólka- og staðanøvnum. Hetta seinna bindið evnaði Jakob Jakobsen doktari til. Saman við teimum sálmum og fosturlandssongum, ið yrktir vóru í tjóðskapartíðini í Føroyum, høvdu hesar útgávur við sær, at føroyskt mál mentist og varð styrkt í hesum tíðarskeiði, so at tað kundi festa røtur sum serstakt og egið mál. Lunnar vórðu lagdir undir skriftmálið um miðja 19. øld, og í 1890 varð fyrsta blað á føroyskum - Føringatíðindi - útgivið. Næstu umleið 30 árini varð nakað útgivið á føroyskum máli, men langt var ímillum bøkurnar og ritini. Fyrsta føroyska skaldsøgan - Bábelstornið eftir Regin í Líð (Rasmus Rasmussen) - kom í 1909. Sverre Patursson týddi skaldsøguna Robinson Kruso til føroyskt. Hon kom í 1914 og varð send øllum føroyskum skúlabørnum ókeypis. Noregs Ungdomslag, sum nakrir føroyingar høvdu gott samstarv við, bar kostnaðin. a. Nakrar høvuðshendingar í málsøgu okkara Við siðaskiftinum, t.e. um 1540, verður kirkjumálið danskt, og á donskum eru elstu varðveittu jarðarbøkurnar og tingbøkurnar skrivaðar, ávikavist frá 1584 og 1615. 87 Í 1846 fáa Føroyar upprunafrøðiliga rættskriving, og hesin veruleiki kom at roynast sum ein marknavarði í føroyskari málsøgu. Undan 1846 misti føroyskt fleiri týdningarmikil øki:48 * Alt, ið skrivað varð, var á donskum * Kirkjumálið varð danskt * Fyrisitingarmálið varð danskt * Fólkanøvn vórðu skrivað á donskum Eftir 1846 verður føroyskt mál at kalla endurreist, so at fleiri øki, ið vóru mist, verða afturvunnin, og nýggj øki gerast føroysk: * Tíðindabløð á føroyskum (1890) * Føroya fólkaháskúli (1899) * Varðin og aðrar bókmentir á føroyskum (um 1920) * Føroyskt vinnur javnrætt við danskt í undirvísingarverkinum (1938) * Føroyskt vinnur javnrætt við danskt sum kirkjumál (1939) * Føroyskt viðurkent sum høvuðsmál, javnsett við danskt (1948) * Bíblian týdd til føroyskt (1949) * Útvarp Føroya (1957) * Føroysk kirkjubíblia og sálmabók (1961) * Sjónvarp Føroya (1984) * Føroysk málnevnd (1985) * Føroysk fólkanavnalóg (1992) Enn eru løgreglu- og rættarmál donsk, og heimastýrislógin frá 1948 heimilar donskum javnbjóðis rættindi á øllum økjum.49 Ávirkanin frá donskum er tískil stór, eisini tí at danskmæltir miðlar eiga góð virkiskor í Føroyum, og nógv ættarbond eru landanna millum. Ein kanning, sum Norðuratlantsbólkurin í fólkatinginum50 hevur latið gera, staðfestir, at umleið 22.000 føroyingar búgva og virka í Danmark í 2007.51 Í doktararitgerð síni English Loanwords in Faroese52 vísir Tórður Jóansson, dr. phil., á, at helst hevur verið størri og drúgvari samband millum føroyinga og breta, enn føroysk søguskriving higartil hevur hildið. Í ritgerðini vísir hann á, at ávirkanin hevur verið serliga stór í trimum tíðarskeiðum: Seinast í 18. øld, tá ið Rybergs handil setti dám serliga á Havnina, seinast í 19. øld, tá 48 Zakaris S. Hansen, Jógvan í Lon Jacobsen, Anfinnur Johansen, Hjalmar P. Petersen, Marius Staksberg: Udredning om sprogpolitiske initiativer og domænetab i færøsk, 2001. 49 J.H.W.Poulsen: Nogle ord om lovgivning og færøsk sprog, Språk i Norden, 1981, s. 29-33, og Danish Interference in Faroese, Acta Linguistiaca Hafniensia. Linguistic Studies in Honour of Jørgen Rischel. Vol 27, s. 403-413, Copenhagen 1994. 50 Í Norðuratlantsbólkinum í danska fólkatinginum eru teir báðir grønlendsku fólkatingslimirnir, ið umboða Siumut og IA og føroyski fólkatingslimurin, sum umboðar Tjóðveldi á fólkatingi. 51 Norðuratlantsbólkurin á fólkatingi: "HAGTØL um føroyskar útisetar. Ein kanning um føroyskar útisetar í Danmark, 2007. 52 Tórður Jóansson: English Loanwords in Faroese. A thesis presented for the degree og Doctor of Philosophy at the University of Aberdeen, 1997. 88 ið bretskir fiskimenn í stórum tali royndu undir Føroyum og føroyingar keyptu sluppir í Bretlandi og so bardagaárini 1940-1945. Tórður Jóansson viðger um 1000 tøkuorð í ritgerð síni. Um 150 teirra eru komin inn í málið fyri 1800, 500 eru komin inn í málið millum 1800 og 1940 og 300 eftir 1940. Staðiliga vísir hann á, at hetta bert er lítil partur av teimum tøkuorðum, sum bjóða seg fram - og tá hugsar hann serliga um nútíðina. b. Bókmentir og skaldskapur á føroyskum og donskum Flestar bókmentir okkara eru skrivaðar á føroyskum, tó at ein partur er skrivaður á donskum. Hóast William Heinesen, Jørgen-Frantz Jacobsen og aðrir føroyingar skrivaðu verk á donskum máli og góvu út sínar bøkur á donskum forløgum, eru teir at meta sum føroyskir høvundar. Teir høvdu allir røtur sínar í føroyska samfelagnum, vóru føddir og uppvaksnir her á landi og tóku lut í samfelagskjakinum her. At teir valdu at skriva skaldskap á donskum máli man helst hava verið, tí at føroyska skriftmálið enn var ungt, óroynt og ikki líka sjálvsagt og lætt at nýta hjá øllum teimum føroyingum, ið vildu royna seg sum høvundar.53 Aðrir høvundar sum t.d. Janus og Hans Andrias Djurhuus vuksu upp saman við føroyska skriftmálinum og tóku tað til sín og vóru við til at mynda tað og geva tí ein skaldsligan búna. Teir brutu upp úr nýggjum sum skald og vóru virknir í tjóðskaparstríðnum hvør á sín hátt. Harumframt vóru ættarbond Janusar og Hans Andriasar av øðrum uppruna enn tey hjá Williami og Jørgen-Frantz, og rukku aftur til gomlu føroysku skaldamentanina, til Sjóvarbóndan,54 sum yrkti nøkur av okkara best umtóktu kvæðum. c. Bókmentir og mál Bókmentirnar hava altíð havt stóran týdning fyri almenna málið í einum samfelag. Tær styrkja støðuna hjá skriftmálinum og hava tískil eisini stóra ávirkan á talaða málið. Bókmentirnar í einum samfelag gera, at málið verður nýtt meira, enn tað annars hevði verið, og bókmentir á tjóðarmálinum styrkja støðuna hjá tí samanborið við onnur mál. Bókmentirnar menna og broyta málið, so at tað verður lagað til umstøðurnar og tíðina. Bókmentirnar mynda ein týðandi part av mentanini í einum framkomnum samfelagi, og tað er tann livandi mentanin í samfelagnum, sum er veruliga grundarlagið undir málinum hjá eini tjóð. Broytist mentanin, so broytist málið samsvarandi tí. Leikluturin hjá føroyskum rithøvundum hevur tískil havt stóran týdning fyri føroyska málið og møguleikarnar hjá tí at verða ment, heilt frá miðjari 19. øld. Í fyrstani vóru tey ikki so nógv í tali, sum royndu seg við tí nýggja skriftmálinum, men smátt um smátt mentist skarin av høvundum, og áhugin at skriva og geva út vaks. Við støðugu útgávuni av tíðarritinum Varðanum varð trygt støði lagt undir føroyskt skriftmál frá uml. 1920 at rokna. Um sama mundið fóru fleiri av føroysku bløðunum at skriva greinir sínar og tíðindi á føroyskum. d. Umstøðurnar hjá føroyskum rithøvundum Umstøðurnar hjá føroyskum rithøvundum at arbeiða sum høvundar burturav eru ikki nóg góðar, um vit samanbera við umstøðurnar, sum grannalond okkara geva høvundum sínum. Í fleiri ár hava fremstu høvundar í grannalondum okkara havt møguleika at starvast sum høvundar burturav við 53 54 Sí William Heinesen: Nøkur hugskot um asfalt, mál og mentan, Varðin 34. bind 1961, s. 44. Jens Christian Djurhuus bóndi við Sjógv í Kollafirði, ið livdi 1773-1853. 89 fastari árligari játtan á almennu fíggjarlógunum. Rithøvundafelag Føroya hevur nú tikið spurningin upp um bøttar fíggjarligar umstøður hjá føroyskum rithøvundum, og almennu Føroyar eiga at taka væl ímóti hesum royndum. Fyri bókmentirnar og málini í grannalondum okkara hava almennu skipanirnar við fíggjarligum stuðli havt ómetaliga stóran týdning. Høvundar vísa á, at føroysk útgáva er nógv merkt av málsligari líkasælu ella vanmegd. Farið verður ov illa um viðvíkjandi rættlestrinum, og líkasælan ávirkar hugburðin til mál og málsligt nærlagni. Ein trupulleiki er, at tey, ið skriva, hava ikki tær neyðugu orðabøkurnar hjá sær og fáa ikki nóg skjóta ráðgeving. Eitt avgjørt ynski millum føroysk skrivandi eru ókeypis orðabøkur á alnetinum, har eisini málsligir fyrispurningar kundu verið avgreiddir eftir stuttari tíð. e. Mentanargrunnur landsins Á mentanarliga økinum hava høvundar okkara serstakan týdning fyri málið og ta leið, ið málið fer. Her verður hugsað um høvundar í víðastu merking, ikki einans tey, ið skriva bøkur og geva út, men eisini tey, sum skriva tekstir og lata tilfar til mentanarlig tiltøk av alskyns slag. Í hesum sambandi skal Mentanargrunnur landsins verða nevndur sum almennur høvuðsstuðul, tá ið ræður um at veita fíggjarligan stuðul til útgávur og mentanarlig tiltøk annars. Greitt er, at hesin stuðul hevur sera stóran týdning fyri alt føroyskt mentanarlív, fyri ikki at siga at hann er lívsneyðugur. Ynskiligt hevði verið, um grunnurin fekk tvífaldað játtan sína á løgtingsfíggjarlógini, úr 5 upp í 10 milliónir krónur, beinanvegin. Í Føroyum eiga vit nógvar skapandi kreftir, sum umboða allar hugsandi listagreinir, og tey ungu eru væl við, bæði í tónleiki, sjónleiki og myndlist. Umráðandi er eisini at halda ungum høvundum til, og teir meira tilkomnu og viðurkendu eiga at fáa betri og tryggari umstøður at virka í. Ofta eru tað rithøvundar, sum geva øðrum íblástur til listaligt virksemi av ymsum slag. Varð játtanin til Mentanargrunn landsins hækkað samsvarandi omanfyri nevnda ynski, hevði grunnurin havt møguleika at stuðla føroyskar films- og sjónvarpsframleiðslur, umframt at stuðulin til fløgu- og bókaútgávur - sum nú er í mesta lagi 30% - kundi verið øktur til 50-70%. Ein liður í at menna støðuna hjá føroyskum er, tá ið grunnurin veitir fólki starvsløn til mentanarligt arbeiði, eisini týðingarvirksemi. Í dag er mánaðarliga starvslønin, ið grunnurin letur, umleið 22.000 krónur, sum svarar til 1. stig á 21. lønarstigi hjá fólkaskúlalærarum. Starvslønir verða latnar eina ferð um árið, og 90 mánaðarstarvslønir verða latnar hvørja ferð. Hetta svarar til 20-25% av tí, sum søkt verður um. Tað er serstakliga í sambandi við starvslønir, at grunnurin átti at havt eina millión krónur afturat at arbeitt við. So hevði hann kunnað játtað fleiri skikkaðum umsóknum stuðul. Mentanargrunnur landsins hevur sum so ongan málpolitikk, ið roynir at siga, hvat gott føroyskt mál er, ella hvat føroyskt mál er yvirhøvur. Tí setur grunnurin eingi ávís málslig krøv til tað, sum stuðul verður latin til. Einasta krav í hesum sambandi er, at skil er á tí, sum søkt verður um. Annars verður einki játtað. Grunnurin upplýsir, at eingin umsókn hevur higartil verið afturvíst av málsligum ávum. Tey, sum søkja Mentanargrunn Landsins um stuðul, eru úr nógvum ymsum listagreinum, og tey, ið skriva, umboða eisini stóra málsliga vídd, og tá verður serliga hugsað um fagurligt og skaldsliga ríkt mál. Kanska er tað ikki altíð so gott føroyskt mál í fyrstu atløgu. Men tað er spennandi og fjølbroytt. 90 Skal grunnurin koma við einum íkasti til ein almennan føroyskan málpolitikk, so eigur ein tílíkur ikki at læsa seg fastan í bert at vilja viðgera mál grundað á, hvat ið er rætt og hvat er skeivt málsliga. Heldur eigur ein málpolitikkur at vísa á týdningin, málið hevur fyri samskiftið, og hann má orðast soleiðis, at illstøða ikki kemur í. Tað skapandi málið er serstakt og eigur ikki at verða blandað við tað, ið verður nýtt í fjølmiðlunum. f. Stuðul til týðingar Fyrr í ár samtykti Føroya løgting at heita á landsstýrismannin við mentamálum um at leggja fram uppskot, sum hevur til endamáls at veita stuðul til at týða bókmentir til føroyskt og úr føroyskum. Úrslitið av hesum er, at Mentamálaráðið hevur skotið upp at játta Mentanargrunni landsins 600.000 krónur meira á løgtingsfíggjarlógini fyri 2008 til m.a. at nýta til týðingar, bæði til føroyskt og úr føroyskum. Nevndin mælir til, at settur verður á stovn serstakur týðaragrunnur sambært hesi samtykt. g. Bókasøvnini Bókasøvnini eru týðandi mentanarstovnar, sum eitt nú hava ábyrgd av at upplýsa. Fólkaupplýsing er ein av meginstuðlunum undir fólkaræðinum í landinum, og tí verður allastaðni rundan um okkum gjørt nógv fyri at styrkja virksemið hjá teimum almennu bókasøvnunum. Føroysku bókasøvnini eru 44 í tali, av teimum eru 15 fólkabókasøvn og 14 skúlabókasøvn umframt onnur. Bókasøvnini virka sambært lóg frá 2001 og hava til endamáls at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi. Í 2006 vóru 609.190 bøkur skrásettar á teimum føroysku bókasøvnunum, læntar vórðu 207.300 bøkur. Til samanberingar kann verða nevnt, at tølini fyri 2000 vóru ávikavist 353.000 og 143.608. Á Landsbókasavninum eru umleið 90% av bókunum á øðrum máli enn føroyskum. Tær føroysku bøkurnar fylla tó meira, tí tær eru fleiri í tali við sama heiti. Onnur norðurlandamál - danskt tó undantikið - og enskt, býta umleið 10-15% av titlunum javnt sínámillum. Gjørt verður vart við, at hetta er ein meting, ið savnið hevur gjørt, og byggir ikki á neyvar skrásetingar. Eingin bókavarðaútbúgving er í Føroyum, og tí hevði verið kærkomið at havt eina skipan, har bókavørðir kundu útbúgvið seg í føroyskum viðurskiftum. Møguleiki skuldi verið at tikið skeið í ávísum greinum, soleiðis at sjálv bókavarðaútbúgvingin kundi verið styrkt og førleikin í føroyskum viðurskiftum mentur. Føroyskir bókavørðir hava lisið um útlendskar handbøkur, men eru ikki á sama hátt kunnaðir um føroysk viðurskifti av hesum slag. Hetta styrkir ynskið um at seta á stovn eina serstaka útbúgving fyri fólk, ið starvast við kunning, samskifti og miðlan.55 Landsbókasavnið hevur ikki filmar ella tónleik til útláns, hóast latið er upp fyri hesum møguleika í lógini frá 2001. Hetta krevur meira tøkni enn hana, bókasavnið hevur í dag. Tó er eitt savn við øllum føroyskum tónleiki, ið út er komin. Í lógini frá 2001 er tað somuleiðis skyldan hjá Landsbókasavninum at taka sær av hesi uppgávu. Landsbókasavnið keypir føroyskar bøkur, eisini frá teimum almennu føroysku forløgunum.56 Eftir bókasavnsins tykki áttu hesar bøkur ikki at kostað savninum nakað, og mælt verður tí til, at tað 55 56 Sí tilmæli viðvíkjandi miðlaútbúgving á bls. 77. T.e. Skúlabókagrunnin og Bókadeildina, ið hugsað verður um. 91 almenna keypti eini 50 eintøk av øllum føroyskum bókum til Landsbókasavnið at senda út á søvnini. Hetta hevði verið ein ítøkiligur stuðul til føroyska málið. Skulu bókasøvn okkara megna at fremja tað nógva av tí, sum lógin um bókasøvn mælir til, er neyðugt við munandi størri játtan á løgtingsfíggjarlógini. Tøkniliga menningin á økinum gongur við rúkandi ferð, og stórur tørvur er á at fáa talgilt nógv av tilfarinum, sum bókasavnið hevur á goymslu, soleiðis at tað gerst lættari atkomuligt hjá fólki. Ein byrjan at bøtt um umstøðurnar hjá bókasøvnunum, serstakliga Landsbókasavninum, kundi verið at hugt nærri eftir upplatingartíðunum og gjørt tær meira tíðarhóskandi. Sum er hava tey smærru bókasøvnini á bygd opið umleið tveir dagar um vikuna. Í Klaksvík og í Havn eru bókasøvnini opin hvønn dag, tó ikki sunnudagar. Landsbókasavnið er opið hvønn dag, tó ikki leygardag og sunnudag. Landsbókasavnið hevur opið mánadag-mikudag kl. 10-20 og hósdag-fríggjadag frá kl. 10-17. Hjá fólki, sum eru í øðrum arbeiði fulla tíð, eru møguleikarnir at vitja Landsbókasavnið rættiliga nógv skerdir - sum er hava tey bert møguleika at brúka savnið millum kl. 17 og 20 mánadag, týsdag og mikudag. Somuleiðis áttu fólk at kunna sloppið inn á Landsbókasavnið og hini størru bókasøvnini longu kl. 8, og opið skuldi verið hvønn dag í viku, eisini í vikuskiftinum. Serliga umráðandi er hetta fyri fólk, sum koma av bygd og nýta almennu farleiðirnar. Til samanburðar kann verða nevnt, at íslendska landsbókasavnið hevur opið hvønn dag, men er stongt sunnudagar summarhálvuna, sum er frá 18. mai til 3. september. Savnið er opið vetrarhálvuna kl. 8.15-22 mánadag-hósdag, 8.15-19 fríggjadag, 10-17 leygardag og 11-17 sunnudag. Tó er at siga, at handritadeild og aðrar sertænastur eru afturlatin leygar- og sunnudag. Skulu bókasøvnini í Føroyum kunna røkja uppgávur sínar samsvarandi lógini, soleiðis at tilfarið, sum bókasøvnini bjóða lánarum, umboðar dygd og fjølbroytni og er tíðarbært,57 er neyðugt at játta bókasøvnunum størri upphædd á løgtingsfíggjarlógini. Bókabussurin eigur at verða fingin til vegar aftur, soleiðis at tær smærru bygdirnar kring landið fáa høvi at verða kunnaðar við tær tænastur, ið eru á bókasavnsøkinum. h. Leiklistin Málið fellur øðrvísi á palli enn t.d. í einum skaldsøguhandriti. Leikarar mugu alla tíðina vera kunnugir við málið, ið verður nýtt á palli. Tá málið varð skrivað fyri 100 árum síðan, var tað ofta gjøgnum sjónleik, at tað varð framborið. Málið verður styrkt við at spæla leikir - nógvar og ymsar leikir. Bert tað, at leikararnir brúka málið og tey ymsu málførini á palli, økir um medvitið og styrkir málsins støðu. Málsligir spurningar eru ein partur av arbeiðinum at gera eina sýning frá byrjan til enda. At arbeiða miðvíst við málið í einum leiki er tíðarkrevjandi, og ein fyrimunur hevði verið at havt eitt fólk burturav at lurtað eftir tí, sum verður borið fram. Tá ið leikir verða týddir úr øðrum málum og framførdir á palli, er tað av stórum týdningi, at vit hava fólk, ið eru før fyri at meta um málsligu dygdina. 57 Sí Løgtingslóg um bókasøvn, 2. grein. 92 Vit hava stóran tørv á leikritahøvundum eins og týðarum, sum kundu átikið sær at týða útlendskar leikir. At fáa leikir skrivaðar og týddar er kostnaðarmikið, og ynskiligt hevði verið at havt betri fíggjarkarmar til hesa uppgávu. Ein møguleiki hevði verið at latið stuðul til at týða leikir til føroyskt. Føroyskir leikarar verða sum er útbúnir uttanlands. Teir, sum koma heim aftur, hava ofta spælt leikir á donskum, og tá krevst tíð aftur at venja seg við tað føroyska málið. Skipað verður fyri málskeiði, tá hetta verður hildið vera neyðugt. i. Ungdómsmentan, tónleikur og filmslist Aðrastaðni hevur verið víst á, at á økinum hægri undirvísing og gransking er føroyskt fyri økismissi. Hetta kann eins væl verða sagt um føroyskt á tí økinum, sum undir einkum kann verða nevnt ungdómsmentan: a. Filmur Filmsídnað hava vit ongan í Føroyum. Allir biograffilmar hava danskar undirtekstir, og somuleiðis eru danskir undirtekstir á flestum filmum, ið Sjónvarpið sendir. Størsta biohøllin er Havnar Bio, sum hevur heimasíðuna www.bio.fo. Á heimasíðuni verða sýningarhølini bæði nevnd sal 1 og sal 2, bíleggingarskipanin er á donskum ("vælg forestilling, vælg antal sæder, vælg placering, indtast data, betal, acceptér, betaling") og á donskum eru frágreiðingar um komandi filmar. Við eitt sindur av hegni og uttan stórvegis meirkostnað kundu biografarnir latið hesar upplýsingar verið á føroyskum, eins væl og tær stuttu filmsumrøðurnar, sum eru á heimasíðuni. Áskoðarar Biografar og frumsýningar skift á eind og ár58 2001 2002 2003 2004 2005 85.651 103.773 102.429 105.015 94.134 2006 93.224 Biografar og frumsýningar skift á eind og ár 2001 2002 2003 2004 Frumsýningar føroyskir filmar 0 0 1 0 2005 0 2006 0 Biografar og frumsýningar skift á eind og ár 2001 2002 2003 2004 Frumsýningar útlendskir filmar 88 98 79 92 2005 94 2006 80 Hesi hagtølini frá Hagstovu Føroya sýna væl støðuna hjá filmsvinnuni í Føroyum. Teir filmar, sum útbúgvin filmslistafólk og onnur áhugað hava skapað hesi seinastu smáu 20 árini59, hava tey sjálv útvegað fígging til, og oftast hevur mesta fíggingin verið ólønt arbeiði og stuðul úr útlendskum grunnum. 58 59 Heimild: Hagstova Føroya, www.hagstovan.fo Tann fyrsti var "Atlantic Rhapsody", 1989, hjá Katrini Ottarsdóttur 93 Til samanburðar kann verða nevnt, at íslendingar í 1978 settu á stovn Kvikmyndasjóð Íslands, og hetta átak skapti vánir at fáa í lag ein íslendskan filmsídnað, sum er veruleiki í dag. Fyrsta árið vórðu um 3 mill. (før.) kr. latnar úr grunninum, í 2006 var hetta tal komið upp á um leið 30. mill. (før.) kr.60 Tilsamans hava íslendingar umframt sjónvarpsfilmar framleitt um 100 filmar61. b. Popptónleikur Føroyskur popptónleikur tók seg upp í 1950-árunum, og fyrstu pláturnar komu út í kjalarvørrinum á, at útvarpið varð sett á stovn í 1957. Føroyingar sungu á føroyskum fyri føroyingum.62 Tað var útgangsstøðið hjá fyrstu bólkunum, sum eisini í høvuðsheitum bóru føroysk nøvn. Og onkur føroyskur poppsangur varð týddur til íslendskt, norskt og danskt. Best umtókti bólkurin í 1960-árunum bar enskt navn, The Faroe Boys, men á fyrstu útgávu teirra (1964) vóru bara føroyskir tekstir. Seinni gav bólkurin út plátur, har bæði føroyskir og enskir tekstir vórðu framførdir. Hetta skiftið millum føroyskar og enskar tekstir hevur staðið við upp at okkara døgum. Eitt yvirlit yvir útgávurnar hjá føroyska plátufelagnum TUTL www.tutl.com, sýnir, at um helmingurin av útgávunum hevur føroysk heiti og hin helmingurin ensk. Skoða vit nøvnini á bólkunum, ið spæla og syngja á hesum útgávum, bera um triðingur føroysk nøvn, um tveir triðingar ensk. Fyri føroyskt mál hevur tað havt stóran týdning, at bólkar sum Frændur (virknastir í 1980-unum), Enekk (virknastir í 1990-unum) og 200 (virknastir frá um 2000) bara syngja á føroyskum. Framførslurnar hjá bólkinum Týr av føroyskum kvæðaløgum hava vakt málsligan áhuga millum tey ungu, og tað hevur eisini alstóran týdning, at tey listafólk, sum í heimshøpi eru komin longst, Eivør Pálsdóttir og Teitur Lassen, eisini leggja dent á, at tey eru føroyingar. Umframt at syngja á enskum, geva tey eisini út tekstir á føroyskum. Serstakan týdning fyri føroyska málið hava útgávurnar hjá Martini Joensen, Kára P og Anniku Hoydal havt, við tekstum eftir Martin og Kára P sjálvar, umframt Gunnar Hoydal og Róa Patursson. Hesar útgávur umboða nakað av tí besta av nýtíðar føroyskari tónleika- og yrkingarlist. Búskaparliga bakkastið, ið Føroyum varð fyri fyrst í 1990-árunum, tyktist gera, at tónleikarar og áhoyrarar gjørdust meira tilvitaðir um føroyskt mál, m.a. kom bólkurin Týr við síni framførslu av Orminum langa beinleiðis inn á oddasessin í útvarpssendingini 15 tær bestu, og har lá lagið í fleiri vikur. Men í høvuðsheitum eru at kalla allir tónleikarar og øll løg á 15 teimum bestu enskmælt. Yvirlitið á www.uf.fo tann 15. nov. 2007 vísir, at av 15 løgum og 5 eykaløgum eiga føroysk tónlistafólk tvey: Guðrið Hansdóttir, sum syngur á enskum, og Páll Finnur Páll, sum syngur á føroyskum. 60 Kelda: www.kvikmyndamidstod.is Kelda: www.imdb.com 62 Zakaris S. Hansen, Jógvan í Lon Jacobsen, Anfinnur Johansen, Hjalmar P. Petersen, Marius Staksberg: Udredning om sprogpolitiske initiativer og domænetab i færøsk, 2001. 61 94 Í 1995 tók Norðurlandahúsið saman við Føroya undirhaldstónleikarafelagi, Sjónvarpi Føroya og Útvarpi Føroya stig til tónleikakappingina Prix Føroyar, sum skuldi verða hildin annaðhvørt ár.63 Í fyrstani varð kravt, at í hvussu so er eitt av løgunum hjá hvørjum bólki skuldi vera á føroyskum, men hetta krav varð seinni slept. Nøvnini á vinnarunum í Prix Føroyum siga okkum, hvat ráðandi málið á hesum øki er - Moirae, Mark No Limits, Taxi, Clickhaze, Gestir og Go Go Blues. Tað seinasta árið, skipað varð fyri Prix Føroyum (tað var í 2005), tóku 24 bólkar lut; tríggir bóru mansnavn, 5 føroyskt navn, 16 ensk nøvn. Á tónleikakappingini GBOB (the Global Battle Of the Bands) í 2007 tóku 16 bólkar lut. Allir høvdu ensk nøvn, og einans tríggir sungu einstakt lag á føroyskum. j. Ítróttin Í føroyska samfelagnum práta bæði ung og gomul nógv um ítrótt, og dúgliga verður ítróttin umrødd og viðgjørd í miðlunum. Fyrstu ítróttafeløgini, ið sett vórðu á stovn fyri stívliga hundrað árum síðani, fingu við einstøkum undantøkum donsk heiti, og fyrsta fótbóltssamskipanin í Føroyum nevndist "Færøernes BoldspilUnion". 64 Sum 20. øld leið, vórðu nøvnini broytt til føroyskt, og Ítróttasamband Føroya varð stovnsett í 1939. Fyrstu formenn felagsins løgdu stóran dent á, at føroyskt skuldi verða fullkomið ítróttamál, og tí løgdu teir í málgagninum "Ítróttatíðindum" doyðin á at umrøða øll ítróttahugtøk á føroyskum.65 Útvarpið fór tíðliga at siga frá ítróttakappingum, og miðskeiðis í 1960-árunum fingu tíðindabløðini fastar ítróttateigar, sum málsliga drógu somu línu sum ÍSF. Víst kann verða á, at kappróðrafeløgini málsliga hava gingið undan, og nógv glógvandi vøkur nøvn eru at finna í kappróðrarflota okkara, men seinastu 15-20 árini tykist føroyskt vera víkjandi, serliga á fótbóltsøkinum. Hetta kann hava samband við, at fótbóltsáhugað hyggja nógv at sjónvarpsdystum, ið varpaðir verða út á útlendskum máli, og at nógvir venjarar, ið ikki tala føroyskt, venja føroysku feløgini. Onkrar ábendingar eru um, at øki, ið var vunnið frá donskum, nú smátt um smátt verður mist til enskt mál, við tað at nógvar enskar orðingar koma inn í ítróttaumrøðurnar, og nøkur ítróttafeløg og ikki minst stuðuls- og fjepparafeløg fáa sær ensk heiti. k. Kirkjumál Eitt týðandi málnýtsluøki har vit kunnu siga, at føroyskt hevur endurvunnið sítt støði, er kirkju- og trúarøkið. Føroyskt varð viðurkent sum kirkjumál í 1939 aftan á drúgva politiska togtogan. Hóast Mateusarevangeliið kom út á føroyskum longu í 1823, og føroyskir sálmar vórðu yrktir seinni í øldini, tók sjálvt stríðið um kirkjumálið seg ikki upp fyrr enn eftir 1902, tá ið fyri fyrstu ferð varð 63 www.prix.fo Martin Holm: Ítróttasamband Føroya: 1939 - 4. apríl - 1964, ÍSF, 1964. 65 Føroya Skúlabókagrunnur gav m.a. út bókina Navnalæra í fimleiki, 1969, sum Martin Holm hevði skrivað. 64 95 prædikað á føroyskum til gudstænastu.66 Ein partur av stríðnum var at fáa til vegar føroyskar tekstir, sum kundu verða nýttir í kirkjuligum tænastum. Í 1939 kom fyriskipan sum viðurkendi javnstøðu millum føroyskt og danskt til gudstænastu og kirkjulig høvi, treytað av, at løggildaðir tekstir vóru á føroyskum. Í løtuni verður arbeitt við at endurtýða bíbliuna til føroyskt. Teksturin verður dagførdur, soleiðis at málið fer at liggja nærri nútíðarmáli, samstundis sum dentur verður lagdur á at varðveita eitt hábærsligt støði. Eisini verða gjørdar ymsar broytingar, ið verða hildnar at vera meira upprunaligar. Eini 90 ár eru liðin síðan Jákup Dahl próstur fór undir at týða bíbliuna, og málið er nógv broytt síðan tá.67 Mentanarlív og -virki - tilmæli * Almennur mentanarpolitikkur við langtíðarætlan verður orðaður. * Rithøvundar og listafólk á løgtingsfíggjarlógina. * Settur verður á stovn týðaragrunnur sambært løgtingssamtykt frá 30. apríl 2007. * Fíggjarligur stuðul til at týða útlendskar leikir. * Tvífalda játtan til Mentanargrunn Landsins við tí endamáli at veita stuðul til films- og margmiðlaframleiðslur umframt øktan stuðul til útgávur og starvslønir. * Bókasavnspolitikkur verður partur av almenna mentanarpolitikkinum, og tíðarhóskandi kunngerðir verða gjørdar fyri bókasavnsøkið. * Játtan at styrkja støðuna hjá bókasøvnunum sum kunningardeplum. 66 Petur M. Rasmussen: Den færøske sprogrejsning, 1987, s. 16. Heimild: Samrøða við Hans J. Joensen fyrrverandi biskup á http://www.sprotin.fo/index.asp?pID={003006B6-D7EA4B68-9E8B-638FF84278DA} 67 96 VIII - Málpolitikkur í øðrum londum Um tað mundið, tá ið norðbúgvar tóku búgv í Føroyum, vóru málini í teimum londum, sum vit nú nevna Skandinavia, rættiliga lík. Og enn - meira enn túsund ár seinni - er eyðsýndur skyldskapur millum hesi mál: svenskt, danskt og norskt, og so tey málini, sum runnu av norskari rót: norn í Hetlandi og Orknoyggjum (nú útdeytt), føroyskt og íslendskt. Í Norðurlondum eru mál av øðrum málættum, grønlendskt, sámiskt (í Noregi, Svøríki og Finnlandi), romani og meänkieli (Tornedalsfinskt) í Svøríki og finskt. Og í nýggjari tíð mál, sum bólkar av tilflytarum hava við sær. 1. Norðurlendskur málpolitikkur So nær eru norðurlandamál skyld, at í hesum londum hevur verið talað um málsligt og mentanarligt felagslag. Bæði almennir felagsskapir og áhugafelagsskapir í hesum londunum samstarva, og tey, sum eru uppi í slíkum samstarvi, læra av royndum, sum eru øðrvísi, men tó ikki tykjast so heilt fremmandar. Stovnar sum Norðurlandaráðið og Ráðharraráð Norðurlanda skunda undir hetta samstarv og stuðla tað. Norðurlendskar bókmenta-, tónleika- og umhvørvisvirðislønir verða latnar, stuðul verður veittur til at týða bókmentir málanna millum og til sjónleikasamstarv, skipað verður fyri summarskeiðum á fróðskaparsetursstigi, ið studentar úr øllum Norðurlondum kunnu koma á til skiftis hvør hjá øðrum, frítt er hjá ungdómi at lesa á lærdum háskúlum hvør hjá øðrum, og felags norðurlendskur arbeiðsmarknaður tryggjar, at arbeiðsmegi uttan stórvegis hóvasták kann verða flutt landanna millum. Øll norðurlendsk lesandi hava møguleika at taka ein part av náminum við annað universitet í Norðurlondum. Hetta er ein skipan undir Ráðharraráði Norðurlanda, sum stuðlar studenta- og læraraskifti millum norðurlendsk universitet fíggjarliga. Skipanin nevnist Nordplus, og letur studentum 6000 krónur í studningi í eina lestrarhálvu, umframt ferðarstuðul. Endamálið við studninginum er at bera meirkostnaðin við gestauniversitetið. Málsliga eru tjóðirnar tó ikki javnsettar, og staðfestast má, at fjølmentaru málini í tign vinna á teimum fámentaru. Tað ber einum donskum, norskum, svenskum presti ella lækna væl til at koma í starv í Føroyum ella Grønlandi og tala sítt heimamál - eisini um viðkomandi verður verandi fyri lívið. Á sama hátt kann ein føroyskur ella grønlendskur prestur ella lækni fáa starv í skandinavisku londunum, men tá má hann í arbeiðshøpi leggja egna móðurmál sítt frá sær og arbeiða á tí máli, sum talað verður í tí landi, hagar hann er komin. Mangt bendir tó á, at hetta við norðurlendskum málfelagsskapi í roynd og veru hevur fingið skot fyri bógvin seinastu 20-25 árini. Orsøkin er ávirkanin frá enskum. Kanningar vísa, at norðurlendskir ungdómar nú halda tað vera so trupult at skilja hvør annan, at teir í samstarvshøpi, á fundum og ráðstevnum, skifta yvir til enskt sum felagsmál. At byrgja fyri hesi gongd hevur Norðurlandaráðið í síni málsamtykt68 staðfest, at felags arbeiðsmálið í norðurlendskum samstarvi skal vera svenskt, danskt ella norskt. 68 Norðurlendska málsamtyktin varð undirskrivað í 1981 og kom í gildi í 1987. 97 Nevnda kanning millum norðurlendskar ungdómar sýnir, at av øllum norðurlandatjóðum standa føroyingar seg best, tá ið ræður um at skilja grannamál. Hetta kemur óivað av, at føroyskt er vesturnorðurlendskt mál (nær skylt við íslendskt og við norsk málføri) og at annað mál okkara er danskt, sum er eysturnorðurlendskt og nær skylt við svenskt og norskt bókmál. Hóast munurin millum vesturnorðurlendsk og eysturnorðurlendsk mál er eyðsýndur - eina mest ímillum íslendskan og danskan framburð - so hevur hetta ikki hildið okkum aftur í at læra danskt mál á okkara sermerkta føroyska hátt, við føroyskaðum framburði, eitt nú við heldur harðari g- og dljóði. Felags fyri Norðurlond er - og her skilja tey seg frá meirilutanum av londum í Evropa69 - at tey í meira enn hálvthundrað ár hava havt landsriknar ella landsstuðlaðar málnevndir og umframt tað hava samstarvað í Málráði Norðurlanda, Nordisk Språkråd. So við og við hevur hetta samstarv eisini tikið uppí gomul minnilutamál, umframt føroyskt og grønlendskt, ið nú hava sínar egnu málnevndir. Tað at enska árinið á norðurlandamál tók at økjast eftir 2. heimsbardaga, serliga eftir 1960, býtti ábyrgdarfólk á norðurlendska máløkinum sundur í tveir bólkar: Á eystara øki við Svøríki og Danmark á odda varð hildið, at einki var at gera og einki átti at verða gjørt við ensku ávirkanina. Á vestara øki við Íslandi á odda varð hildið aðra leið. Byrgjast skuldi upp fyri enska árininum, og orðasmíð á heimligari grund, sum hevði verið siðvenja har, kom í hásætið. Føroyingar hava enn í 2007 ongan almennan málpolitikk, men vit kunnu í føroyskum høpi tala um ein óalmennan málpolitikk, og hann hava tey myndað, sum víst hava føroyskum máli ans og arbeitt við tað mest í skúla, gransking og bókmentum. Hesin óalmenni málpolitikkur legði seg nær at tí íslendska og fylgdi sostatt eini siðvenju, sum fyrsti útbúni málfrøðingur okkara, Jakob Jakobsen, doktari í málfrøði, slóðaði fyri um og beint eftir aldaskiftið 1900. Fram til 1980-árini varð í norðurlendskum høpi bara prátað um hetta fyribrigdið, at einstøk ensk orð róku inn í málið, men á norðurlendska málfundinum í 1988 var spurningurin um økismiss fyrstu ferð á lofti,70 og nú varð eisini meira røtt um enska ávirkan á bendingarlag og setningsbygnað. Tað skundaði eisini undir kjakið, at Svøríki og Finnland fóru upp í ES í 1995, har Danmark hevði verið limur síðan 1973. Upp í henda meldurin kom serliga kjakið um støðu sáma sum frumfólk, kjak um rættindi tilflytara, samtyktin hjá Evroparáðnum um útjaðaramál og minnilutamál og miðvísur politikkur, ið víkur at alheimsgerð yvirhøvur, men serliga á skúla- og granskingarøkinum. Hetta kjakið elvdi myndugleikum til at seta málstevnunevndir, sum so við og við hava lagt fram álit. Fyrstir at gera frágreiðing vóru grønlendingar í 2001, og síðan komu tær rað á rað. Sviar gjørdu 69 Heimild: Norsk i hundre, s. 160. 70 Heimild: Om sprogpolitik i Danmark, Norden og Europa, grein eftir Margrethe Heidemann Andersen, Dansk Sprognævn, 2007. 98 drúgva frágreiðing um støðu svenska málsins og onnur mál í Svøríki í 2002. Henda frágreiðing nevnist Mål i mun, og er grundarlag undir tí málpolitikki, sum svenska tingið samtykti í 2005 og sum hevur fingið heitið Bästa språket. Í Danmark kom Sprog på spil - eitt íkast til danskan málpolitikk í 2003, og í Noregi Norsk i hundre - eitt íkast til norskan málpolitikk í 2005. Um úrslitið av hesum málstevnunevndararbeiði kann stutt verða staðfest, at eystara økið í Norðurlondum hevur vent um ikki 180 stig so um tað lagið. Í øllum álitum verður økismissur staðfestur, og víst verður á tiltøk, sum skulu byrgja fyri ensku/amerikonsku alduni. Norðurlendska málsamstarvið verður nevnt fleiri ferðir. Tað skal tryggja, at norðurlendsku málini framvegis skulu vera "sterk og livandi mál", sum eru "fullfíggjað og samfelagsbær", og so skal hon tryggja, at skandinavisku málini, svenskt, danskt ella norskt, framvegis skulu verða nýtt í norðurlendskum samstarvi. a. Grønland Grønlendska frágreiðingin fevnir um støðuna hjá grønlendskum máli og donskum í Grønlandi. Teirra frágreiðing nevnist "...men ordet" og varð almannakunngjørd longu í 2001.71 Frágreiðingin viðger harumframt møguleikarnar at menna og styrkja støðuna hjá grønlendskum, innanhýsis sambondini millum grønlendskt og danskt, økt grønlendskt orðatilfeingi, enskt sum altjóðamál o.a. Grønlendska málsamfelagið er á týðandi yrkisøkjum merkt av, at danskt ræður, eitt nú í sambandi við uttanríkishandil, búskap, tøkni og gransking. Virkað verður fyri, at grønlendskt verður styrkt á hesum økjum. Hetta verður gjørt við at útbúgva grønlendingar, sum síðan kunnu átaka sær uppgávur og størv, sum danir higartil hava røkt. Í nevndu yrkisgreinum verða flestir grønlendingar útbúnir í Danmark, og hetta hevur stóra ávirkan á málnýtsluna. Tað eru í høvuðsheitum danir, sum hava sett á stovn og útbygt áðurnevndu yrkisøki í Grønlandi. At vinna grønlendskum máli fullgott støði á hesum økjum er sera tíðarkrevjandi, og roynt verður við politiskum átøkum at skunda undir gongdina. Mett verður, at uml. 70% av íbúgvunum í Grønlandi hava grønlendskt sum móðurmál, 15% eru tvímæltir, og 15% hava danskt sum móðurmál.72 b. Ísland Í løtuni arbeiðir íslendska málnevndin við at orða uppskot til málpolitikk. Uppskotið skal latast mentamálaráðharranum. Í Stefnuskrá Íslenskrar málnefndar 2006-2010 sæst, hvørji tólv starvsevni liggja nevndini fremst í huga: 73 * Íslendskt eigur at verða løgfest sum alment mál * Rættarstøðan hjá íslendskum teknmáli eigur at verða lógartryggjað * Íslendskt sum móðurmál * Lynt verður undir frálæru í íslendskum fyri útlendingar * Íslendsk máltøkni 71 Sí http://www.oqaasileriffik.gl/media(83,1030)/Men_ordet.doc Frágreiðing um støðuna hjá grønlendskum máli, sum Oqaasileriffik (Málskrivstovan) gjørdi viðvíkjandi økismissi 2001. Sí http://www.oqaasileriffik.gl/media(79,1053)/Domeneprojektet.doc 73 Stefnuskrá Íslenskrar málnefndar 2006-2010, www.islenskan.is/Stefnuskra 72 99 * Eftirútbúgvingarskeið fyri lærarar, fjølmiðlafólk og lýsingasmiðir * Støða íslendska málsins verður styrkt í vísindaligum høpi * Eggjað verður til at gera nýggjyrði * Eggjað verður til, at fleiri bøkur verða lisnar og skrivaðar * Enskt eigur ikki á nøkrum øki at troka íslendskt av * Málslig verk væl úr hondum greidd eiga at fáa sømdir * Stavseting og reglur um teknseting eiga at verða endurskoðað c. Noreg Á vári 2006 legði lærdi háskúlin í Oslo fram málpolitiskt álit (www.uio.no), og á sumri 2006 legði ein nevnd fram álit við uppskotinum "Framlegg til ein språkpolitikk for universitet og høgskolar i Noreg" (http://www.uhr.no). Í hesum tilmæli verður støða tikin í veruleikanum á norskum útbúgvingar- og granskingarstovnum. Øðrumegin verður mælt til at menna norskt mál, sum verður mett sum týdningarmikil samleikakarmur um samfelagið og sum ein miðásur fyri fólkaræðiligari menning. Hinvegin verður eisini mælt til, at kunnleikin í enskum verður bøttur, so at norskir granskarar kunnu standa seg á altjóðapallinum. Á sama bógnum liggur málpolitiska álitið frá lærda háskúlanum í Bergen - tað liggur beinleiðis í heitinum "Både i pose og sekk", sum lagt varð fram í februar 2007 (http://www.uib.no).74 d. Danmark Í januar 2007 almannakunngjørdi Dansk sprognævn eitt upprit um danskan málpolitikk.75 Uppritið tekur aftur í tilmælið "Sprog på spil" frá 2003. Í uppritinum skrivar danska málnevndin, at enska árinið bara gerst størri og størri og at vandi er fyri, at danskt um fá ár ikki kann nevnast "fullfíggjað og samfelagsbært" mál longur. Nakrar fáar dagar seinni viðgjørdi fólkatingið uppskot frá Dansk folkeparti um at fyrireika danska mállóg. Úrslitið av orðaskiftinum var, at mentamálaráðharrin setti nevnd, sum skal fylgja við, hvussu gingist hevur donskum máli, síðan stjórnin legði fram málpolitiska frágreiðing 2003/04.76 Danska stjórnin hevur í ár sett nevnd at orða eitt uppskot til ein meira bindandi málpolitikk, sum skal vera munandi meira ítøkiligur enn tey uppskot um málpolitisk átøk, sum komin eru higartil.77 Stórur partur av orðaskiftinum um málpolitikk hevur snúð seg um økismiss. Serstakliga hava hægru lærustovnarnir og granskingin verið umrødd. Í 2003 gjørdi ein arbeiðsbólkur undir danska Rektorkollegiet78 eina frágreiðing við tilmælum um, hvussu tey einstøku donsku universitetini kunnu orða ein málpolitikk fyri stovnin. Tann orðaði málpolitikkurin skuldi so verða ein 74 Heimild: Om sprogpolitik i Danmark, Norden og Europa, grein eftir Margrethe Heidemann Andersen, Dansk Sprognævn, 2007. 75 Sí http://www.dsn.dk 76 Sí http://www.folketinget.dk 77 Upplýsingar frá Niels Davidsen-Nielsen, sum er limur í nevndini. 78 Felagsskapurin av donskum universitetum. 100 samantvinnaður partur av altjóða samskiftis- og samstarvspolitikkinum hjá tí einstaka universitetinum. Í mai 2006 boðaði handilsháskúlin í Århus frá málpolitikki, sum staðfesti, at danskt er 1. mál og enskt 2. mál.79 Hetta er onnur leið, enn annars hevur verið gingin í Norðurlondum, har talað hevur verið um málpolitikk, ið byggir á hugtakið javnsett mál (parallelsprog). Endamálið er tá at tryggja, at tjóðarmálið verður varðveitt sum vísinda- og granskingarmál, uttan at enskt ella onnur fremmandamál verða raðfest lægri.80 Seinni hava fleiri granskarar, m.a. danska Pia Jarvad, víst á, at "hele diskussionen om engelsk i forhold til nationalsproget udspringer af, at der ikke er parallelitet i brugen af de to sprog i videnskabernes sprog eller en hvilken som helst anden sfære eller situation, og at at der heller ikke kan opnås en parallelitet."81 e. Svøríki Av Norðurlondum er Svøríki tað land, sum gongur á odda í málpolitiskum viðurskiftum. Síðan 7. desember 2005 hevur Svøríki sum einasta Norðurland havt tingsamtyktan málpolitikk við fýra yvirskipaðum málum: * Svenska málið skal vera høvuðsmálið í Svøríki * Svenskt skal vera fullkomið og samfelagsbært mál * Tað almenna svenska málið skal vera røkt, einfalt og skilligt * Øll skulu hava rætt til mál: at menna og ogna sær svenska málið, at menna og nýta egið móðurmál og tjóðarminnilutamál og at fáa møguleikar at læra seg fremmandamál Sum eitt úrslit av hesum seinasta setninginum er peningur játtaður svenskum málrøktarstarvi serstakt í sambandi við romani, svenskt teknmál og onnur minnilutamál. Eingin svensk mállóg sigur, hvussu svenska málið verður nýtt. Kortini eru lógir, sum skipa ávís viðurskifti í sambandi við mál, eitt nú málið í almennu fyrisitingini og hjá dómstólunum. Svenska stjórnin er farin undir arbeiðið at greina, hvussu ein svensk mállóg møguliga kann verða orðað. Væntandi verður ein svensk mállóg løgd fram í 2008.82 Í Svøríki eru fimm mál staðfest sum almenn minnilutamál. Tey eru finskt, meänkieli (tornedalfinskt), sámiskt, romani chib og jiddiskt. f. Finnland83 Almennur finskur málpolitikkur verður umsitin í Kotus, ið er stytta finska heitið á stovninum, sum á svenskum verður nevndur Forskningscentralen for de inhemska språken stytt Focis. Kotus tekur 79 Sí http://www.asb.dk Heimild: Sprog på spil, http://www.dsn.dk 81 Pia Jarvad: Forholdet mellem de nordiske sprog og engelsk ved nordiske universiteter, højskoler og andre højere læreanstalter, http://www.dsn.dk 82 http://www.sprakradet.se/språkpolitik 83 Heimild: Om sprogpolitik i Danmark, Norden og Europa, grein eftir Margrethe Heidemann Andersen, Dansk Sprognævn, 2007. 80 101 sær av málrøkt og -gransking í finskum, svenskum, sámiskum, teknmáli og romani. Eini 100 fólk starvast á stovninum, ið hevur málnevndir av ymsum slag knýttar at sær.84 Longu í 1998 samtykti Kotus eina málpolitiska stevnuskrá, sum útgreinir tey ymsu málnýtsluøkini í samfelagnum og sum leggur upp fyri málrøkt, málsligum skipanararbeiði (normering), økismissi og teirri serligu støðu, Finnland sum fjølmælt samfelag er í. 85 Meðan hetta verður skrivað, verður løgd seinasta hond á málpolitiska verkevnið Kiepo. Undirvísingarmálaráðið fíggjar, og setningurin er, at "utreda grunderna och målen för Finlands språkutbildningspolitik. Speciel hänsyn tas till förändringar som skett i samhället samt utvecklingen av målen för språkutbildningspolitiken så väl internationellt som inom Europeiska unionen" (http://www.jyu.fi). 2. Málpolitikkur í Evropa og aðrastaðni Skoða vit Evropa málpolitiskt, kunnu vit vísa á tvær høvuðsleiðir: 1) Lond, har ið eitt mál stendur klettafast sum tjóðarmál og er lógarvart, meðan útjaðaramál og minnilutamál hava trongri kor. Besta dømið um slíkt land er Frakland. 2) Lond har fleiri enn eitt mál eru tjóðarmál. Besta dømið um slíkt land er Belgia, har niðurlendskt er tjóðarmál í landslutinum Flandern (6 mill. íbúgvar í 2006), og franskt og týskt eru tjóðarmál í landslutinum Vallonia (3.5 mill. íbúgvar í 2006), og í høvuðsstaðnum Bruxelles (sløk 1 mill. íbúgvar í 2006) eru niðurlendskt og franskt javnsett mál . Í Belgia tala 57% niðurlendskt, 42% franskt og 1% týskt. Eftir at marknaliðini millum Vestur- og Eysturevropa vórðu latin upp aftur umleið 1990, eru hendar stórar málpolitiskar broytingar, og nú Evropasamveldið er víðkað, eru viðurskiftini broytt uppaftur meir86 So hvørt sum tjóðir, ið verið høvdu undir sovjetvaldi, gjørdust sjálvstøðugar, varð tjóðarmálið styrkt og russiskt tók at vikna. Í Litava t.d. verður í grundlógini (1998) staðfest, at almenna málið er litavskt, og at tjóðarminnilutar hava rætt at menna mál síni umframt tjóðar- og mentanarsamleika. Men samstundis sigur mállógin, sum er í 26 greinum (2000), at øll onnur mál enn litavskt og liviskt, sum er málið hjá frumfólkinum, eru fremmandamál. Hetta verður sagt hóast 57,3% av íbúgvunum eru litavar og heili 29,8% russar. Í Póllandi varð serlig mállóg samtykt í 1999. Lógin er evnað til eftir franskari fyrimynd og ræður til málvernd og sigur áneyðir vera "at stríðast móti málspillu". Í báðum hesum førum, sum verða nýtt sum dømi, er lætt at vísa á grundirnar fyri, at lóggivið verður: ES-limaskapur, tjóðskapur, viðurskifti við grannar (í Litava serliga mótvegis Russlandi, í Póllandi eisini mótvegis Týsklandi) - og í báðum førum er enska árinið eisini ein orsøk. 84 http://www.kotus.fi/index.phtml?l=sv&s=2 http://www.kotus.fi/index.phtml?l=sv&s=2064 86 Um hetta kann lesast m.a. á http://www.europa.eu/languages 85 102 Í Evropasamveldinum verða 23 almenn mál nýtt: bulgarskt, danskt, enskt, estiskt, finskt, franskt, grikskt, írskt, italskt, lettiskt, litavskt, maltiskt, niðurlendskt, pólskt, portugálskt, rumenskt, slovakskt, slovenskt, spanskt, svenskt, kekskt, týskt og ungarnskt. Hetta er kostnaðarmikil loysn. Seinasta uppgerð (frá 2005) sigur, at um árið verða nýttar 1.123 milliardir evrur, 8.366 milliardir krónur, til týðingararbeiði í ES. Spurt kann so verða, hví Evropasamveldið ikki bara velur eitt mál sum alment ES-mál. Orsøkin er sjálvsagt tann kapping, ið verið hevur millum stórveldamálini í Evropa. Tað ES-málið, sum flest fólk í felagsskapinum hava sum móðurmál, er týskt. Men týskt er ikki serliga kent uttan fyri Týskland, Eysturríki og Sveis. Tey ES-mál, sum flest fólk í heiminum hava sum móðurmál, eru spanskt og portugálskt, men flest teirra búgva ikki í Evropa. Franskt er eitt av almennu málunum í trimum limalondum, málið verður talað í fleiri heimspørtum, og franskt er lærugrein í miðnámsskúlum í nógvum ES-londum, men málið stendur sterkari í Vestur- og Suðurevropa enn í Eystur- og Norðurevropa. Í ES-høpi er enskt tað málið, sum røkkur longst sum fyrsta ella annað mál, men nýggjastu kanningarnar staðfesta, at bara lítil helmingur av ES-íbúgvunum dugir enskt á nóg høgum stigi. Áhugaverdur spurningur er, hvørja støðu føroyskt hevði fingið, valdu føroyingar at farið inn í ES. Reglurnar eru, at hvørt landið sær ger av, áðrenn tað fer uppí, hvat mál tað vil nýta sum alment mál í ES-høpi. Fóru vit uppí sum sjálvstøðugt ríki, kundu vit gjørt av henda spurning sjálv. Fara vit uppí sum partur av Danmark, er tað danska stjórnin, sum eigur avgerðarrættin. Nevnast kann, at mál sum sámiskt (80-100.000), walisiskt (700.000), sardiskt (1,6 mill., sum eisini duga italskt) og bretonskt (500.000) ikki eru almenn mál í ES-høpi. Fámentasta viðurkenda ESmálið er maltiskt (400.000 íbúgvar). 3. Málverndarlógir og minnilutamál Vit vita ikki fyri vist, hvussu mong mál verða talað í heiminum. Málgrunnurin hjá Ethnologue87 veit at siga frá 6.912 málum, sum eru livandi. Av hesum eru 417 um at doyggja út, tí bert einstakir persónar nýta ella duga málið. Fleiri av hesum hóttu málum hava einki skriftmál at halla seg at. Í fleiri av heimsins londum eru málrøktarstovnar, men bert fá lond hava til fyrimyndar tað norðurlendska málverndarlagið, har tað almenna hevur høvuðsábyrgd av málrøktarspurningum. Vanliga er tað ein hægri lærustovnur, ein orðabókastovnur ella annar stovnur, ið hevur til endamáls at kunna um landsins mál uttanlands, sum hevur leiklutin sum málverndar- ella málrøktarstovnur. Í Norðurlondum eru seinastu árini stig tikin til at verja og styrkja støðuna hjá teimum mongu minnilutamálunum í hesum londum. Hesi stig hava fyrst og fremst myndað seg í mongum og 87 Sí http://www.ethnologue.com 103 drúgvum frágreiðingum, sum ríkisstovnar og stovnar undir Norðurlandaráðnum hava stuðlað. Ein av hesum frágreiðingum er "Att återta mitt språk - Åtgärder for at styrka det samiska språket,"88 sum kom í 2006 og sum svenska stjórnin tók stig til. Í hesi frágreiðing verður nágreiniliga sagt frá støðuni hjá sámiskum máli í Svøríki, frá svenskum minnilutapolitikki umframt støðuni hjá fleiri øðrum av heimsins minnilutamálum. Víst verður á, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk, og stórur dentur verður lagdur á børnini, tey ungu og undirvísingarumstøður fyri minnilutamál. Av lóggávu, sum hevur til endamáls at verja mál og annars fyriskipa á økjum, har ymisk mál verða nýtt, kunnu nevnast Gaelic Language (Scotland) Act 2005,89 Welsh Language Act 1993 (c.38)90 og kanadiska mállógin Official Languages Act frá 1985.91 88 http://www.regeringen.se/content/1/c6/05/85/19/f164dd4c.pdf http://www.opsi.gov.uk/legislation/scotland/acts2005/20050007.htm 90 http://www.opsi.gov.uk/acts1993/Ukpga_19930038_en_1.htm 91 http://lois.justice.ge.ca/en/O-3.001/253512.html 89 104 105 Tilmæli og kostnaðarmetingar 1 2 3 4 5 6 7 8 Tilmæli: Málpolitisk amboð Føroyska málnevndin verður skipað sambært lóg. Nevnd verður sett at endurskoða grundarlagið undir Málnevndini og virksemi hennara og at gera uppskot til lóg. Nevnd verður sett at skipa og útgreina støðuna hjá føroyskum teknmáli og at gera tilmæli. Málnevndin verður framhaldandi sjálvstøðugur stovnur við Málstovu í tøttum samstarvi við Føroyamálsdeildina. Høvuðsuppgávan hjá Málnevndini eigur at vera at kunna og geva ráð um føroyskt mál umframt at granska tað og gera regluskipan. Málnevndin verður heimilandi stovnur. Hon eigur at geva út rættskrivingarorðabók við reglum um rættskriving og bending, sum landsstýrismaðurin løggildir. Skúlar og almennir stovnar eiga at hava skyldu at fylgja reglunum. Í Málnevndini skulu sita málfrøðingar umframt fólk, ið starvast við málsligar spurningar í dagliga yrki sínum. Á stovninum skulu starvast málfrøðingar og málrøktarfólk, ið hava lokið prógv frá hægri lærustovni, umframt skrivstovufólk. Málnevndin skal hava betri umstøður at arbeiða við orðalistar, t.d. í samstarvi við almennar stovnar (t.d. løgfrøði- og umsitingarmál). Í hesum sambandi verða sonevndar yrkorðanevndir settar, ið eru knýttar at teimum ymsu yrkisgreinunum ella økjunum í samfelagnum. Málnevndin skal harumframt - til at gera meira vart við starvsemi sítt - skipa fyri kunnandi og upplýsandi tiltøkum, sum almenningur kann væntast at hava áhuga á, t.d. einum átaki sum "Ársins nýggjyrði", "Degi málsins", "Besta handilsheiti", "Ársins málrøktarvirðisløn" o.fl. Arbeiðið hjá Navnanevndini umframt alment regluskipanararbeiði viðvíkjandi staðanøvnum verður partur av arbeiðinum hjá Málnevndini. Somuleiðis eigur Málnevndin at umsita Orðabókagrunnin. Til samans 106 Upphædd 250.000 Viðmerkingar Eina ferð 250.000 Eina ferð 500.000 Eina ferð til at seta sjøtul á 1.500.000 Fýra málfrøðingar umframt skrivstovufólk og annar rakstrarkostnaður 500.000 3.000.000 t.d. í trý ár í fyrsta umfari, m.a. til virðislønir, at gera nýggja og virknari heimasíðu, faldibløð o.s.fr. 1 2 3 4 5 6 7 Tilmæli: Upphædd Uppaling og undirvísing - dagstovnaøkið Dagstovnaøkið verður samskipað við undirvísingarøkið móðurmálinum viðvíkjandi. Nevndin tekur undir við, at dagstovnaøkið og undirvísingarøkið verða samskipað undir einum og sama aðalráð. Dagstovnalógin verður dagførd soleiðis, at málsliga menning barnsins beinleiðis verður nevnd í henni. Viðmerkingar Fólk verða sett í starv til at umsita økið Børn undir skúlaaldri. Endamálið við hesum starvi er at fyrireika og seta í verk arbeiði við námsfrøðiligt tilfar á føroyskum, bæði til vanliga menning og til tey málsliga veiku, at gera og endurnýggja tilfar til skúlabólkar og komandi forskúlar, (sum eisini eigur at vera ein støðugur partur av nevnda arbeiðsøki, í samstarvi við fólkaskúlan), og at umsita TRAS (Tidlig Registrering Av Språkutvikling), aðrar verkætlanir og tey tilboð, sum skotin verða upp, tá ið nýggj kanningarog granskingarúrslit verða løgd fram. Stuðul verður latin til lestrarátøk, ið kunnu leiðbeina foreldur í málsligu menning barnsins. Hetta kundi eitt nú verið gjørt við faldibløðum og bókalistum, ið upplýsa um góðar føroyskar bøkur, og sum koma við góðum ráðum um at lesa fyri barninum og um, hvussu foreldur sum heild kunnu styrkja barnið málsliga. Móðurmálsundirvísingin á føroysku námsfrøðiútbúgvingini verður styrkt og knýtt saman við frálæruna um málsligu menning barnsins undir skúlaaldri. Námsfrøðingar, sum nema sær útbúgving á lærustovnum, har føroyskt ikki er lærugrein, taka eykaprógv í føroyskum á sama hátt, sum lærarar við útlendskum læraraprógvi taka eykaprógv í føroyskum. Hesa útbúgving taka teir, meðan teir eru í starvi við lutfalsligum lækkaðum tímatali við løn. Sum skjótast verður farið undir at granska spurningar sum viðvíkja málsligu menning barnanna í Føroyum. Økt játtan at veita vísindaligum verkætlanum, ið beinleiðis granska spurningar av hesum slag, eigur at verða útvegað. Fulltrúi settur á MMR at taka sær av hesum øki 107 400.000 500.000 1.500.000 Undirvísing: Um 300.000. Gjald fyri niðursett tímatal: Um 1.200.000 1.000.000 Tvey ársverk til granskarar 8 9 Formlig avtala verður gjørd millum dagstovnarnar og almenna Kringvarpið um at gera og útvega námsfrøðiligt tilfar. Eitt nú kundi Kringvarpið nýtt námsfrøðingar meira í sínum framleiðslum, eins og fleiri námsfrøðingar kundu útbúgvið seg upp aftur meira í miðlafrøði. Kringvarpið eigur at fáa tónleikarar at spæla inn barnasangir - bæði upprunatekstir og týddar - sum eru á prenti í bókum og bløðum. Almenn játtan verður sett av til at leggja føroyska talu inn á útlendskar filmar, ið eru ætlaðir børnum undir skúlaaldri. Til samans 108 500.000 1.000.000 4.900.000 1 2 3 4 5 6 7 Tilmæli: Upphædd Uppaling og undirvísing - fólkaskúlin Øll undirvísing fer fram á føroyskum, eins og allar próvtøkur verða hildnar á føroyskum. Undirvísingartilfar á føroyskum skal verða tryggjað í øllum lærugreinum. Kommunurnar skulu lata eins stóran part og landið letur til skúlabókaútgávu. Skúlarnir fáa síðani tilfarið, sum kemur út, sendandi ókeypis. Til tess at styrkja støðuna hjá føroyskum í 1.000.000 samfelagnum sum heild er neyðugt eisini at styrkja lærugreinina føroyskt í fólkaskúlanum. Eitt nú verða kanningar settar í verk, sum hava til endamáls at lýsa støðuna á ávísu økjunum betur og vísa á ítøkiligar tørvir, ábøtur og møguleikar fyri menning. Lesiætlan fyri føroyskt á øllum stigum í undirvísingarskipanini verður samskipað við greiðum og ítøkiligum málum og krøvum til hvørt stig. Ábyrgdin fyri tey ymsu stigini verður staðfest, og flytingin millum stigini í undirvísingar-skipanini løgd til rættis, so øll draga eina línu. Lærugreinaráðgevingin í føroyskum í verður 300.000 styrkt, so at lærugreinin verður ment og dagført undirvísingartilfar útvegað. Undirvísingartilfar til føroyska skúlan verður 500.000 gjørt, og í tí sambandi verður málgransking og onnur gransking á hesum øki sett í verk. Mál og mið verða sett hesum viðvíkjandi. 8 Økt játtan til barna-, ungdóms- og skúlabøkur umframt undirvísingarforrit og fløgur, við tí endamáli at styrkja støðu málsins sum heild og menna tilvit og áhuga barnanna fyri móðurmálinum. 9 Serlig tilboð verða tryggjað teimum, ið ikki hava fingið frálæru í føroyskum, eitt nú útlendskum næmingum og teimum føroyingum, sum einans hava gingið í útlendskan skúla. 10 Til hagtøl í sambandi við undirvísingarverkið verður skipaður grunnur, sum skal útvega skúlaleiðslum, myndugleikum og øðrum áhugaðum upplýsingar og vitan at nýta í menningini og tilrættisleggingini av útbúgvingarverkinum sum heild. 109 Viðmerkingar Upphædd er ásett undir undirvísingarmiðlum Upphæddin til undirvísingartilfar er ásett undir tilmæli um undirvísingarmiðlar Til at kanna og lýsa støðuna 300.000 Markað til málgransking og aðra gransking. Upphædd til undirvísingartilfar er uppi í játtanini til undirvísingarmiðlar Markað til barna- og ungdómsbókaútgávu. Upphædd til undirvísingarforrit, skúlabøkur og fløgur er uppi í játtanini til undirvísingarmiðlar Eitt lærarastarv 800.000 Tvey størv á Hagstovu Føroya 1.000.000 11 Almenn játtan verður sett av til at leggja føroyska talu og/ella tekst inn á útlendskar filmar, ið eru ætlaðir børnum og ungdómi í skúlaaldri. Til samans 1.000.000 4.900.000 110 1 2 3 Tilmæli: Uppaling og undirvísing - miðnámsskúlin Øll undirvísing og allar próvtøkur eiga at vera á føroyskum. Undirvísingartilfar á føroyskum skal verða tryggjað í øllum lærugreinum á miðnámsstigi. Alt undirvísingartilfar skal endurnýggjast fimta hvørt ár. Lærugreinin føroyskt má verða styrkt málsliga partinum viðvíkjandi. Umstøðurnar hjá teimum, sum undirvísa á miðnámsstigi at fáa sær eftirútbúgving verða bøttar. Upphædd Upphædd er ásett í tilmælinum Undirvísingarmiðlar 1.500.000 Undirvísarar og niðursett tímatal 2.000.000 um árið fyribils í fimm ár, verður markað til at útvega orðabøkur: FØ-EN/EN-FØ, FØ-TÝ/TÝ-FØ, FØ-FR/FR-FØ, FØ-SP/SP-FØ, FØ-RU/RU-FØ Eitt lærarastarv 4 Samskipan við móðurmálsundirvísingina í fólkaskúlanum er neyðug, soleiðis at alt skúlaverkið dregur eina línu, og at einki ivamál skal vera um, at málburður og rættskriving altíð hava týdning í allari skriving 5 Tvørfrøðiligt samstarv skal vera millum málsligu lærugreinirnar, so at føroyskt kann verða grundarlagið undir hinum mállæru-greinunum. Tað merkir, at vit mugu gera føroyskt frálærutilfar til lærugreinirnar í fremmandamálum, eisini í donskum. Teldutøkar orðabøkur millum føroyskt og heimsmálini er eisini ein treyt í hesum sambandi. 2.000.000 6 Serlig tilboð verða tryggjað teimum, ið ikki hava fingið frálæru í føroyskum, eitt nú útlendskum næmingum og teimum føroyingum, sum einans hava gingið í útlendskan skúla. Netskúli í føroyskum verður skipaður eftir sama sniði sum t.d. Icelandic Online fyri føroyingar uttanlands og tey innanlands, sum ikki hava umstøður at ganga í skúla, og fyri áhugaðar útlendingar. Soleiðis kunnu tey verða betur skikkað at koma inn í føroysku útbúgvingarskipanina. Kringvarpinum verður veitt eykajáttan til at gera undirvísingarsendingar á føroyskum máli, sum í høvuðsheitum venda sær til miðnámsskúlarnar. Her verður hugsað um bæði týddar sendingar og upprunaligar føroyskar. 400.000 7 8 Til samans 1.000.000 Upphæddin lækkar, tá ið gongd er komin á 750.000 At rinda teimum, ið skriva, týða og lesa upp. 5.650.000 111 Viðmerkingar 1 2 3 4 5 6 7 8 Tilmæli: Uppaling og undirvísing - hægri útbúgvingar og gransking Sum grundregla er undirvísingarmálið á teimum hægru útbúgvingunum føroyskt. Sama skal galda fyri próvtøkumálið. Undirvísingartilfar á føroyskum eigur í ávísan mun at verða gjørt og útvegað hægru støðisútbúgvingunum. Gransking og menning í máltøkni verður raðfest fremri, og tøknin verður í munandi størri mun tikin við sum amboð í málrøktarstarvinum. Arbeiðið at gera yrkorð verður raðfest, og listar við frøðiorðum verða gjørdir fyri allar frøðigreinir og útbúgvingar. Føroyskt mál og viðurskifti annars verða granskað í størri mun enn higartil, og henda gransking verður ment og støðugt røkt. Endamálið er eisini at menna móðurmálsundirvísingina á øllum stigum í skipanini umframt at vinna føroyskum enn tryggari støði at standa á. Upphædd Upphædd verður ásett í tilmælinum Undirvísingarmiðlar 700.000 Málstovan ger hetta arbeiði 500.000 Fróðskaparsetrið og hægru lærustovnarnir eiga at orða málstevnur, sum greitt taka støði í, at føroyskt er almenna málið í Føroyum. Endamálið er at tryggja málið sum fullkomið og nýtiligt á øllum økjum í undirvísingini og granskingini í føroyska samfelagnum. Arbeiðið við at gera og umsita orðabøkur eigur at verða styrkt. Orðabókagrunnurin, sum verður lagdur undir Málnevndina, eigur at fáa rúmari heimildir og størri játtan at arbeiða við og skal hava sum høvuðsmál at umsita og samskipa alla føroyska orðabókagerð. Granskað eigur at verða, hvørja ávirkan 500.000 alheims KT-menningin (kunningar- og samskiftistøknin) hevur og fer at hava á føroyska málið. Til samans 1.700.000 112 Viðmerkingar Ein granskari Ein granskari 1 2 Tilmæli: Uppaling og undirvísing: Undirvísingarmiðlar Játtanin til skúlabókagerð verður hækkað munandi, so at alt undirvísingartilfar - frá fólkaskúla til og við miðnámsskúla - kann verða endurnýggjað fimta hvørt ár. Undirvísingartilfar á føroyskum verður tryggjað øllum lærugreinum í fólka- og miðnámsskúla. Upphædd Til samans 25.000.000 Viðmerkingar 25.000.000 Víst verður til 1. grein í hesum tilmæli 113 1 2 3 4 5 6 Tilmæli: Fyristingarøkið Almenna fyrisitingin orðar felags málstevnu við samtyktum og leiðreglum um málnýtslu. Reglugerðir, kunngerðir, lógaruppskot og rundskriv verða málsliga viðgjørd, áðrenn tey verða latin úr hondum. Endamálið er at økja um greidleikan í hesum tekstum umframt at styrkja støðuna hjá føroyskum lógarmáli. Kommununurnar orða sína egnu málstevnu (virkisskrá fyri málið), sum røkkur út í hvønn krók í kommununi. Tílíka virkisskrá kann t.d. kommunufyrisitingin umsita saman við einum settum málráðgeva. Tá kommunurnar eru smáar, kann henda uppgáva liggja hjá kommunusamstarvsfelagsskapinum, sum kommunan er limur í. Málstovan (Málnevndin) fær betri umstøður (fleiri størv) at vera málsligur ráðgevi hjá almennu fyrisitingini og stovnum hennara. Skipað verður fyri skeiðum í føroyskum máli fyri teimum, sum starvast í almennu fyrisitingini. Øll mál, ið koma fyri løgtingið - uppskot til løgtingslóg, uppskot til ríkislógartilmæli, uppskot til samtyktar, frágreiðingar, skrivligir ella munnligir ella ófráboðaðir fyrispurningar o.a. verða orðað á føroyskum. Til samans Upphædd Víst verður til tilmælið Málpolitisk amboð 500.000 1.500.000 2.000.000 114 Viðmerkingar Undirvísarar At týða fyri Tilmæli: Fjølmiðlaøkið Upphædd Tá ið fjølmiðlar eru almennir, mugu almennir 6.000.000 myndugleikar seta útgreind, málslig krøv til stovnarnar. Fjølmiðlunum verða tryggjaðar umstøður at virka fyri dygdargóðari upplýsing á høgum mentanarligum og málsligum stigi. 2 Tá ið fjølmiðlar eru almennir, mugu almennir myndugleikar seta krøv til útbúgving hjá teimum, ið starvast í almennu miðlunum. 3 Allir fjølmiðlar orða stevnumið, ið skulu virka fyri at menna og fremja málsliga dygd. 4 Tvey ára master-útbúgving í samskifti og 2.000.000 miðlum verður sett á stovn á Fróðskaparsetri Føroya. 5 Eftirútbúgving í føroyskum máli skal standa 500.000 øllum fjølmiðlafólkum í boði. 6 Kringvarp Føroya setur útbúnan málráðgeva 350.000 at leiðbeina í málsligum spurningum og annars hava eftirlit við, at samtyktu stevnumiðini um málnýtsluna á stovninum verða fylgd. 7 Kannað verður, hvørjar avleiðingar tað hevur 500.000 fyri føroyskt, at størstu mentanarberar eru grundaðir á annað mál enn føroyskt. 8 Kannað verður, hvørja ávirkan góðska og 500.000 dygd í sambandi við tekst og mál í fjølmiðlunum hava á málnýtsluna. 9 Játtaður verður peningur, sum verður 3.000.000 markaður til at týða og teksta útlendskar sendingar í Sjónvarpinum. 10 Alment viðurkend heiðursløn verður latin tíðindafólki fyri at røkja og ríka málið. 1 Til samans 12.850.000 115 Viðmerkingar At nýta til 15-20 størv á ymsum økjum í Kringvarpi Føroya Ein granskari Ein granskari Upphædd er sett undir Málpolitisk amboð Tilmæli: Vinna og arbeiðsmarknaður Virki og fyritøkur, sum í ávísan mun hava alment samskifti, orða málstevnur. Vinnu- og handilsfyritøkur nýta føroyskt mál, tá ið kunnað og upplýst verður á føroyska marknaðinum. Umstøðurnar at læra seg føroyskt hjá útlendingum, ið koma til Føroya at arbeiða í styttri ella longri tíðarskeið, verða bøttar og skeið løgd í fastar karmar. Upphædd Viðmerkingar 500.000 Eitt undirvísingarstarv um árið umframt fyrisiting 4 Virkað verður fyri at gera nýtaramótini á teldum og fartelefonum á føroyskum máli 1.000.000 5 Virkað verður fyri at leggja føroyskar orðabøkur inn á fartelefonirnar Almenna brúkarakunningin á føroyskum verður styrkt Til samans 500.000 1 2 3 6 2.000.000 116 1 2 3 4 5 6 7 Tilmæli: Mentan Almennur mentanarpolitikkur við langtíðarætlan verður orðaður Rithøvundar og listafólk á løgtingsfíggjarlógina Fíggjarligur stuðul til at týða útlendskar leikir Upphædd 100.000 Tvífalda játtan til Mentanargrunn Landsins við tí endamáli at veita stuðul til films- og margmiðlaframleiðslur umframt øktan stuðul til útgávur og starvslønir. Bókasavnspolitikkur verður partur av almenna mentanarpolitikkinum, og tíðarhóskandi kunngerðir verða gjørdar fyri bókasavnsøkið. Játtan at styrkja støðuna hjá bókasøvnunum sum kunningardeplum. 5.000.000 1.000.000 100.000 5.000.000 Biografar skriva filmsumrøðurnar á heimasíðum sínum á føroyskum. Til samans 11.200.000 117 Viðmerkingar Eina ferð Til Tjóðpallin Til longdar upplatingartíðir, mentanarlig tiltøk, bókabuss o.a. Kommunurnar rinda sín part, sum er roknaður upp í upphæddina