úrtak Føroyskt er í ferð við at broyta seg frá einum syntetiskum til eitt analytiskt mál. Tað merkir, at í dag er talan um variatión millum syntetiska og analytiska syntaks. Partur av hesari broyt­ ingini er tað analytiska mið­ og hástigið, sum breiðir seg, t.e. sovorðið sum meira sjúkur og mest sjúkur fyri sjúkari og sjúkastur. Her verð­ ur kannað, hvussu langt áleiðis broytingin er komin, og sagt verður nakað um grundirnar fyri, hví broytingin er íkomin, t.e., um talan er um driv (innari málbroyting), ella málamót (ytri orsøk til broytingina, t.e. samband við danskt). Eisini verður kannað, um variatiónin er treytað av m.a. kyni. Inngangur Føroyskt er í ferð við at broyta seg til eitt analytiskt mál. Sum slíkt fer tað at líkjast meira og meira donskum, norskum og svenskum einaferð í framtíðini, í hvussu so er, tá ið talan er um syntaksina. Eitt eyðkenni fyri eitt analytiskt mál er, at orð verða brúkt ístaðin fyri bendingar­ endingar. Hetta sæst í (1a) og (1c) niðan­ fyri, meðan (1b) og (1d) eru dømi um syntetiskar setningsgerðir, t.e., at bending­ arendingar verða brúktar. Broytingar mótir analytisiteti eru eisini í til dømis Heini gevur klæðini til Frelsunarherin ístaðin fyri Heini gevur Frelsunarherinum klæðini og aðrasteðs (Petersen 2010). Eisini hjá­ possessiv sum bilurin hjá manninum fyri mansins bilur. í hesari greinini skal eg hyggja nærri at teimum analytisku mið­ og hástigunum í føroyskum, og vísi eg, at variatiónin líkist alt meira eini broyting, sum er komin langt áleiðis í málinum, soleiðis, at teir Fróðskaparrit 58. bók 2010: 5-17 5 6 AnAlytiskt mið- og hástig analytisku strukturarnir verða brúktir meira og meira. Miðstig er vanligani gjørt við ­(a)r(i), meðan hástig er gjørt við ­(a)st(ur), sum í størri/sjúkari og størstur/sjúkastur. í Thráinsson et al. (2004: 95) og Petersen & Adams (2009: 106) verður víst á, at tað ikki er óvanligt at hava analytiskt mið­ og hástig í føroyskum, og at hetta er í ferð við at spjaða seg. Dømini í (1a) og (1c) eru úr Dimmalætting 01.08.1998, meðan eg havi sett inn dømini við teimum syntetisku setningunum. Analytiskt miðstig: (1a) Einki varð nevnt um at vera meira opin mótvegis fjøldini. Syntetiskt miðstig: (1b) Einki varð nevnt um at vera opnari mótvegis fjøldini. Analytiskt hástig: (1c) Vísindamenn vænta, at tey mest áhugaverdu úrslitini fara at koma. Syntetiskt hástig: (1d) Vísindamenn vænta, at tey áhuga­ verdastu úrslitini fara at koma. Hugt verður her at, hvar analytiskt mið­ og hástig verða brúkt, t.d., um hetta oftari er at síggja, tá ið mann hevur eitt lániorð sum meira nervøsur, ella um tað kemur oftast fyri, tá ið lýsingarorðið er samansett sum meira framkomin fyri framkomnari. Aftur at hesum skal eg eisini siga eitt sindur um, hví og hvussu eg haldi broytingin er komin inn í málið. Greinin er bygd upp soleiðisnar, at eg fyrst havi nakað um arbeiðsháttin, síðani verður nakað sagt um innari og ytri orsakir til málbroytingar, og eisini aðrar málsligar orsakir til eina broyting. So verður víst, hvussu mið­ og hástig verður brúkt í nútíðarføroyskum, og loksins er ein niðurstøða1. Arbeiðsháttur Tilfarið, sum greinin byggir á, er frá NORMS­08 kanningini, sum bleiv gjørd í Føroyum í august í 2008. Ymiskir norð­ urlendskir og aðrir málfrøðingar hittust, hildu fyrilestrar og ferðaðust um í oyggj­ unum at savna tilfar. Millum tær kanning­ arnar, sum vit gjørdu, var millum annað útbreiðslan av tí analytiska miðstiginum. Hetta varð gjørt soleiðis, at heimildar­ fólkini fingu eitt spurnablað, sum tey skuldu svara uppá. á spurnablaðnum vóru ymiskir setningar, m.a. setningar við miðstigi. Hesir komu ikki hvør eftir annan, heldur vóru teir blandaðir millum aðrar setningar, sum vanligt er í slíkum kanningum. Heimildarfólkini høvdu fýra møguleikar at velja ímillum: (1) setning­ urin er grammatiskur, (2) setningurin er grammatiskur, men eg hevði ikki brúkt hann sjálv/ur, (3) setningurin er ivasamur, og (4) setingurin er ógrammatiskur. Mið­ stigssetningarnir, sum vit spurdu um, vóru: (2a) (2b) (2c) Hetta barnið er sjúkari enn hatta barnið. Hetta barnið er meira sjúkt enn hatta. Mátingarnar í dag vóru neyvari enn tær í gjár. (2d) (2e) (2f ) (2g) (2h) (2i) Hetta barnið er meira sjúkari enn hatta. Henda bókin er fittligari enn hin. Henda bókin er meira fittlig enn hin. Mátingarnar í dag vóru meira neyvar enn tær í gjár. Henda bókin er meira fittligari enn hin. Mátingarnar i dag vóru meira neyvari enn tær í gjár. mittasti aldursbólkurin er 36­55, og tey elstu eru 56+ . Eg havi valt at brúka hesar aldursbólkar, tí tað ikki bar til at hava eitt nú 15­25, tí tað høvdu verið ov fá heimild­ arfólk í bólkinum. Aftur at spurnabløðum havi eg leitað í spraakbanken.gu.se, sum er ein dátu­ grunnur við øllum Dimmalættingunum frá 1998. Lesarin fær meira at vita um henda dátugrunn við at fara undir nevnda leinki. Innari, ytri og ekstralingvistiskar orsakir til málbroytingar áðrenn farið verður til sjálvt tilfarið, skal eg í stuttum siga nakað um málbroyting­ ar, tí tað fyribrigdið, sum eg viðgeri, er ein málbroyting. Her ein málbroyting. Hin áhugaði lesarin kann lesa um mál­ broytingar hjá m.a. Chambers, Trudgill & Schilling­Estes (2002) ella eitt nú Joseph & Janda (2003) við tilvísingum í hesum handbókum. Eitt dømi um eina innari málbroyting er skerpingin í føroyskum, og tann, sum hendi í norrønum og gotiskum fleiri hundrað ár undan. Hetta hendi fyrst í tvey­ stavilsisorðum, har kjarnasjálvljóðið hevði dragið [+ høgt] (Petersen 1992, 2002) t.e., at gamalt føroyskt *rouwa (< norr. róa 'rógva') verður til rógva við ymiskum millumstigum. Her er *rouwa eitt tvey­ stavilsisorð *rou.wa, og sjálvljóðið í kjarn­ anum frammanfyri, har ­gv kom, var upp­ runaliga [+ høgt], t.e., /u/, sum, eins og /i/, er eitt høgt sjálvljóð. Eitt slíkt verður borið fram við tunguni næstan heilt uppi ímóti tí harða gómanum. Tí verða /i/ og /u/ kallað fyri høg sjálvljóð, men burtursætt AnAlyticAl compArAtive And superlAtive 7 Grundin til, at vit valdu sjúkur og neyvur er, at hesi eru rættiliga frekvent lýsingarorð. Sama er fittligur, sum eisini varð tikið við, tí tað er gjørt við eftirfestinum -lig. Eg havi ikki tikið úrslitið av (2d,h,i) við í hesa greinina. Hetta eru dømir um inno­ vativa imitatión (Petersen 2010), t.e., at tveir formar verða blandaðir saman í ein og dána ein triðja, sum 'gleichzeitig ins Bewußtsein drangen' (Paul 1920[1898: 160 frá Harris & Campbell 1995: 31). Tá ið eg havi brúkt innovativa imitatión er tað tí, at tað mangan kemur fyri í einari tvímælisstøðu, at málbrúkararnir eru ný­ skapandi. Annað dømi er gavst upp, sum er samanblanding av føroyskum gavst og donskum give op (Petersen 2009: 25). Eg skal gera vart við, at slíkir setningar eru sæddir á skrift í føroyskum og hoyrdir í talumáli, t.e., at teir ikki bara eru tað reina íspinn. Tilsamans svaraðu 194 heimildarfólk upp á spurningarnar, tó soleiðis, at tað ikki er altíð, at øll hava svarað øllum spurn­ ingunum. Heimildarfólkini eru úr seks ymiskum økjum: Vágar, Tórshavn, Fugla­ fjørður, Klaksvík, Sandoy og Suðuroy, og eru tey býtt upp eftir kyni og aldri soleiðis, at tey yngstu eru millum 15 og 35 ár, tann 8 AnAlytiskt mið- og hástig frá tí, hendi skerpingin upprunaliga eftir høg sjálvljóð í tveystavilsisorðum, og hon er ein innari broyting, har málamót ikki hevur havt nakað at siga. Meira at siga ber tað lættari til at hava eina slíka broyting, sum er rættiliga radikal, í isoleraðum mál­ samfeløgum (Trudgill 2007)2. Tá ið eg sigi radikal, so er tað tí, tað er eitt rímiliga langt stig frá róa til rógva, og førir skerpingin við sær morfo­fonologiskar alternatiónir sum oyggj, oynna ella kúgv, kúnna, kýr, kúm. Ymisk skyld mál fara mangan ígjøgnum tær somu ella líkandi broytingar. Hygg bara at eitt nú donskum og svenskum. Grundin er, at hin innari bygnaðurin er so líkur. Hetta, at skyld mál fara ígjøgnum tær somu broytingarnar, er tað, sum hin amerikanski málfrøðingurin E. Sapir (1921) kallaði drift3. Eg havi kallað hetta driv (Petersen 2007). Eitt dømi um driv er júst tað, at mál fara frá at vera syntetisk til at vera analytisk. Tosar mann um driv, er neyðugt at hava í huga í hvussu so er hesi trý punktini (Malkien 1981: 566)4: (1) talan kann vera um eina broyting, sum gongur aftur til eina felags upprunakeldu, t.e., talan er um eina broyting í máli A og í máli B, sum er byrjað á einum eldri málstigi, sum tá ið danskt, svenskt og norskt, t.e, tey fastlandsskandinavisku málini, hava analytiskt mið­ og hástig. Punkt (2), tá ið mann tosar um driv, kann vera ein broyting, sum hendir í máli A og máli B, men óheft av hvørjum øðrum; t.e., talan er um eina parallella broyting í ættaðum málum. Hetta er tað, sum hendir við tí analytiska mið­ og há­ stiginum í føroyskum. T.e., føroyskt drív­ ur móti analytisiteti, men tað hendir óheft av tí, sum hendi áðrenn í teimum fastlandsskandinavisku málunum norsk­ um, svenskum og donskum. Punkt (3) er, at talan er um eina broyt­ ing, sum ikki er heft av, at málini eru ættað. Heldur er talan um eina typologiska broyting. Dømi úr føroyskum er, tá ið summi hava eksistentiellar setningar eins og: tað er fimm hol. Vanliga hevur mann samsvarsbending í føroyskum ímillum navnliðin og sagnliðin, t.e., tað eru fimm hol, men í hesum eksistentiellu setningunum kann mann eisini hava tað er fimm hol í føroyskum talumáli, og hetta sama sæst aftur í øðrum málum, sum t.d. finskum, har sagnorðið eisini er í eintali í eksistentiellum setningum sum kadulla on 5 autoa (beinleiðis týtt: gøtu­á er fimm bilar) 'á gøtuni eru fimm bilar'. Tá ið føroyskt hevur eintal, nýtist tað her ikki at vera donsk ávirkan, sbr., at danskt hevur sama form av sagnorðinum, t.e., er. Tá ið mann í føroyskum kann hava tað er fimm hol, er tað tí, talan er um eksistentiellar setningar, og slíkir kunnu hava sagnorðið í eintali, sbr. finskt, og er talan her um eitt typologiskt drag, sbr. eisini enskt í New Zealandi og í Falklandsoyggunum there is sheep and there is penguins, við is fyri are (Britain & Sudbury 2002). Men spurningurin spøkir kortini, um ferð kemur á broytingina, júst av málsambandinum við danskt, sum hevur er, ið ikki bendist í persóni og tali, sbr. jeg er og t.d. vi er. Men so kunnu ytri umstøður meira enn so vera orsøkin til, at eitt mál ella eitt málføri broytist. Tá ið mann tosar um ytri grundir aftan fyri eina málbroyting, tosar mann um málamót (og málførismót). Eg brúki málamót fyri enskt language contact. At føroyskt hevur havt samband við danskt AnAlyticAl compArAtive And superlAtive 9 í øldir ger, at ymiskt danskt málsligt tilfar er lænt inn í føroyskt, sum au í aula og til dømis de­venitiv­konstruktiónin Jógvan kemur at siga nakað annað í morgin, t.e., at fleiri brúka kemur at siga ella kemur til at siga fyri framtíð ístaðin fyri fer at siga, sum vanligt er. Eisini góðtaka summi de­ andativ framtíðarkonstruktiónir sum Jana skal til Danmarkar at lesa næsta ár = Jana fer til Danmarkar at lesa næsta ár, og de­ volitativ framtíðarkonstruktiónir sum Fær urtapotturin ikki vatn, vil hann doyggja = fer hann at doyggja. Hetta er heilt vist komið inn í føroyskt úr donskum, og tað vita vit, tí m.a. íslendskt ikki hevur hetta, og t.d. tí de­venitiv konstruktiónir eru vanligar í fastlandsskandinaviskum (Dahl 2000, Hilpert 2008). Spurningurin er so, um til ber at siga, at teir analytisku strukturarnir, sum vit í dag hava í føroyskum, eru íkomnir av málamóti. Verður hugt nærri at meira sjúkur og mest sjúkur, hevur hetta einki við punkt (1) at gera. Tað er ikki soleiðis, at føroyskt hevur analytiskt mið­ og hástig, tí danskt hevur tað, og at broytingin í føroyskum og donskum gongur aftur til eina felags upprunakeldu. At hetta ikki er so, stendst av, at danskt er eysturnorrønt, føroyskt er vesturnorrønt, og at broytingin í donskum hendi væl áðrenn tað, sum nú hendir í føroyskum. Talan er heldur ikki um punkt (3), tí føroyskt og danskt eru ættað mál. Altso, hetta er ikki ein typologisk broyting í ikki­ættaðum málum, men talan kann væl vera um (2), altso, at vit hava eina parallella broyting í føroyskum og donskum, parallella soleiðis at skilja, at tað sama hendir, sjálvt um broytingin ikki hendir samstundis. Broytingin kann vera ein innari broyting, og einki hava við nakrar ytri umstøður at gera. Eitt, sum talar fyri, at hetta er ein innari broyting, er, at vit frammanundan hava konstruktiónir við meira + lýsingarorði, t.e. vit hava óbend­ andi lýsingarorð sum meira ótolandi, og hetta ger sítt til, at tað verður lættari hjá tí analytiska miðstiginum at spjaða seg til arvorð sum meira sjúkur. Spurningurin er so, um hetta er øll søgan. Og svarið er helst noktandi, og tað kemur av, at mann ikki kann hyggja at einum máli tíansheldur einari málbroyt­ ing sum hesari í einum tómrúmi. Mál, sum eru í sambandi hvørt við annað, tey ávirka hvørt annað, sjálvandi. í føroyskum er ávirkanin einvegis, har ymiskt verður lænt úr donskum, og tær analytisku setningsgerðirnar breiða seg lættari í føroyskum, tí hetta passar við inn í ta ætt, sum málið kortini drívur. Víst er talan um driv, men ferð kemur á drivið, tí føroyskt er undir støðugari, danskari ávirk­ an, og fólk hoyra eina rúgvu av donskum, t.e., at hin lurtandi hevur sítt at siga, tá ið talan er um eina broyting í føroyskum. í íslendskum ber ikki til at hava ana­ lytiskt miðstig í arvorðum, t.e., her vilja tey ikki hava *meira veikur, hóast tað er møguligt at hava meira saman við einum lániorði sum meira nervøsur (Eirikur Rognvaldsson persónligt samskifti). Nú kann mann hava íslendskt sum eitt slag av einum kontrollmáli, og siga sum so, at tað, sum ikki er í íslendskum, og ta sum er í donskum og rímiliga nýkomið inn í før­ oyskt, er komið inn í føroyskt úr donskum. 10 AnAlytiskt mið- og hástig T.e. slíkt sum analytiskt mið­ og hástig og de­venitiv, de­andativ og de­volitativ, sum eg júst nevndi frammanfyri. Og eitt sindur meira um málamót. Aikhenvald (2008) vísir á, at tað er ringt at skilja ímillum innari­ og ytri orsakir til málbroytingar, tí hetta samspælið, sum er teirra ímillum, er rættiliga samansett, og alt annað enn einfalt, tí fleiri orsakir spæla inn. Mann noyðist altíð at hava í huga tann møguleikan, at ymiskt fer at vera til staðar, sum grumsar støðuna (Aikhenvald 2008: 9). Og hon er ikki einsamøll. Longu Weinreich (1953: 25) segði, at málamót setir ferð á eina málbroyting, t.e, at mann hevur latent rák í málinum, men tað, sum síðani hendir, er, at ferð kemur á eina broyting, tí málið er í sambandi við eitt annað. Málamótsstøðan hevur eina útloysara­ effekt, um eg so má siga, og hon setir ferð á broytingina. Víst eru ymiskar orsakir, og málamót er ein teirra, umframt tað at málbrúkararnir hava ein ja­ ella neiligan hugburð til tað málið, sum lænt veður úr. Viðvíkjandi før­ oyskum vísa kanningar, at føroyingar ikki hava nakran serligan neiligan hugburð til danskt (Søndergaard 1988, í ólavsstovu 2007), og Jacobsen (2008) nevnir, at mun­ ur er ímillum íslendingar og føroyingar hesum viðvíkjandi, t.e., at teir flestu før­ oyingarnir halda, at støðan, sum hon er við tveimum málum, er í lagi, meðan ein stórur meirluti av íslendingum heldur, at mann ikki skal hava danskt meira sum skúlafak. Og so skal mann eisini minnast til, at tað føroyska tekstkorpusið er munandi minni enn t.d. tað íslendska. Vit brúka ístaðin danskar bøkur og lesa yvirhøvur skaldsøgur á donskum o.s.fr. Og málrøktin er ikki so sterk í Føroyum sum í íslandi, har hon er ein partur av øllum málsamfelagnum, sum Kvaran sigur: 'Sprogpurismen har stærke rødder [i Island], og interessen for afløsningsord er stor, savel hos faggrupper som i den almindelige befolkning' (Kvaran 2007: 19). Tað er næstan ein fólkaítrótt har í landinum at gera nýggj, íslendsk orð. Eg nevni hesar munirnar millum mál­ samfeløgini, tí eg meti, at hetta er m.a. ein frágreiðing uppá, hví ymiskt drívur móti analytisiteti í føroyskum, men ikki í íslendskum. Onkur hevur sagt, at føroyingar hava málrøktina borna í blóðið - sum var til eitt málrøktargen! Faktum er, at hetta als ikki er so, heldur kann mann siga, at føroyingar hava áhuga fyri nýorðum (Jacobsen 2008), men tað er eisini mótstøða móti teimum (Niclasen 2007), og hóast áhugi er fyri nýorðum, so er tað minni enn so altíð, at tey verða brúkt (Jacobsen­Gotved & Nattestad­Steintún 1992 ); sbr. eisini Petersen (2009), har tað verður víst, at 70.39% av navnorðunum, sagnorðunum og lýsingarorðunum eru føroysk arvorð, meðan 29.60% av hesum somu eru donsk lán hjá seks heimildarfólkum, har 30 min­ uttir av samrøðum eru avskrivaðir. Hitt føroyska málsamfelagið er opnari enn tað íslendska, tá ið tað ræður um lán, og so kemur tað afturat, at kunnleiki til mál 2, M2, spælir eisini inn, tá ið mann skal hyggja at lánum. Intensivt tvímæli ger, at ymiskt lætt kann verða lænt frá keldumálinum inn í móttakaramálið, og her eru føroyingar tað, sum mann kallar 'early sequential bilinguals'. Eisini hevur tað týdning, tá ið mann skal hyggja at, um AnAlyticAl compArAtive And superlAtive 11 ein málbroyting er íkomin og kann spjaða seg av málamóti, hvussu leingi fólk hava verið tvímælt, og um tvímælisstøðan er stabil; hesir báðir faktorarnir eru til staðar í Føroyum (Petersen 2009). Hetta spælir alt inn, tá ið mann skal hyggja at einari málbroyting, og teir flestu málfrøðingarnir, sum í dag arbeiða við slíkum evnum siga sum so, at '...[T]oday, there can no longer be any serious doubt concerning the existence of or the possible extent of syntactic borrowing and change due to contact' (Harris & Campbell 1995: 33). Og so eru aðrar orsakir, t.e. slíkt sum kyn, aldur, máltøka, sosialur klassi o.s.fr. Tað vísir seg, at slíkt kann hava sítt at siga, tá ið talan er um málbroytingar. Eitt dømi um, at aldur spælir inn, er hin nýggi rótarboðshátturin, sum er komin inn í føroyskt, t.e. ikki sig! ístaðin fyri sig ikki! Her eru tað tey yngru, sum eru berarar av broytingini (Petersen 2008). Spurningurin er so, um broytingin frá syntetiskum mið­ og hástigi í føroyskum til eitt analytiskt mið­ og hástig er íkomin av føroyskum­donskum málamóti, ella um talan bara er um eina innari broyting, eitt driv. Um hetta er eitt driv, so er tað byrjað við óbendandi lýsingarorðum t.d. meira ótolandi, og hevur breitt seg haðani. Ofta verður máltøka, altso at børn læra mál, nevnd sum ein høvuðsgrund fyri málbroyting, og týdningarmikil grund er tað, men sjaldan verður sagt nakað um tann lurtandi. í einari talustøðu hevur tú hin talandi og hin lurtandi umframt ein diskurs. Teir fýra málførleikarnir eru: (1) at tosa (2) at lurta (3) at lesa (4) skriva. Hin lurtandi hoyrir í Føroyum eina rúgvu av donskum og fleiri lesa eisini eina rúgvu av donskum, og tað ávirkar sjálvandi málið, ella sum teir siga í Orðafari nr. 2, Feb. 1987. "í talumáli - og í skriftmáli hjá summ­ um við - yður í donskum orðum og mál­ iskum, ið eru meira ella minni lagað at føroyskum. Hetta eru lúnskar málspillur, sum ikki altíð er so lætt at vara seg fyri, tí danskt er so rótgrógvið hjá okkum øllum..." Tað ber ikki til at arbeiða við føroyskum uttan at taka málamótsstøðuna við, tá ið mann skal forklára eina broyting, og mann má sleppa sær undan einum antin­ ella­mentaliteti, tá ið málbroytingar skulu viðgerast (Farrar & Jonas 2002: 4ff), t.e, at er talan ikki um eina innari broyting, so er eingin frágreiðing. Mann má altso skilja og seta seg væl og virðiliga inn í dynamikkin í málsamfelagnum sjálvum og í sambandið mál hava hvørt við annað, hvønn hugburð fólk hava til keldumálið, um móttakaramálsamfelagið er eitt opið ella lokað málsamfelag, hvussu leingi málini hava verið í sambandi hvørt við annað, førleiki í M2, korpusið og hvønn status málini hava, umframt hvør tosar, lesur, skrivar hvat við hvønn o.s.fr... Mið- og hástig Miðstig verður enn í føroyskum vanliga gjørt við ­ar- + bendingarending ella ­r- + bendingarending, og hástig við ­ast­ + bendingarending ella ­st­ + bendingarend­ 12 AnAlytiskt mið- og hástig Mynd 1: vísir, hvussu grundstig, miðstig og hástig verða dánað í føroyskum, t.e. -(a)r- + bendingarending og -(a)st- + bendingarending. ing (Thráinsson et al. 2004: 106, Petersen & Adams 2009: 95), t.e. sum í mynd 1: Men til er ein annar máti at gera mið­ og hástig uppá. Hetta er víst í (1a) og (1c) frammanfyri, t.e. við meira + lýsingarorði, meira opin, og mest + lýsingarorði, mest áhugaverdu, og hesir formar spjaða seg í føroyskum, sum eisini nevnt í Thráinsson et al. (2004: 109), har tað verður sagt, at meira/mest er at finna saman við óbend­ andi lýsingarorðum og eisini við saman­ settum lýsingarorðum, sum dømini niðan­ fyri vísa. Miðstig: (3a) Tann meira hóskandi politikkurin. (óbendandi lýsingarorð) Hástig: (3b) Tann mest hóskandi politikkurin. (óbendandi lýsingarorð) Miðstig: (3c) Jógvan er meira framsíggin enn Marjun. (Samansett lýsingarorð) Hástig: (3d) Jógvan er mest framsíggin. (Samansett lýsingarorð) Eg kann her til samanberingar vísa, hvussu støðan er í norskum. Og tað geri eg, tí føroyskt er í ferð við at broyta seg til eitt analytiskt mál, t.e., fólk fer at brúka líknandi konstruktiónir sum tær, ið eru í donskum, norskum og svenskum, altso í teimum fastlandsskandinavisku mál­ unum. í norskum er tað soleiðis, at meir ~ før. meira er brúkt saman við óbendandi lýsingarorðum, júst sum í føroyskum, t.d. nor. meir levande ~ før. meira livandi, og tað verður eisini nýtt við samansettum lýsing­ arorðum, sbr. ta somu støðuna í føroysk­ um, t.d., nor. meir stovereint ~ før. meira framsíggin. Aftur at hesum verður meir í nor. nýtt framman fyri lýsingarorð, sum enda við ­sk, meir krigerisk, lýsingarorð, sum enda við ­ut, meir steinut, og so verður meir brúkt framman fyri lýsingarorð, sum enda við ­n, meir apen, og avleiddum lýsingarorðum, meir almindelig, ~ sbr. før. meira fittligur og í lániorðum sum meir populær, ~ sbr. før. meira nervøsur, og eisini eitt nú ísl. meira nervøsur. Norsku dømini eru úr Faarlund, Lie, Vannebø (1997: 358 ff). Hástig verður í norskum m.a. nýtt framman fyri annan lýsingarhátt sum mest markspiste (Faarlund, Lie, Vannebø 1997: 357). Meira um hetta evnið fæst við at hyggja í nevndu keldu. Spurningurin er so, hvussu støðan er í føroyskum, og tað skulu vit síggja um Grundstig Miðstig Hástig fittur fitt-ar-i fitt-ast-ur stórur stør-r-i stør-st-ur. AnAlyticAl compArAtive And superlAtive 13 Tabell 1: úrslitið av NORMS-08 kanningini. Vísir, hvussu nógv prosent av teimum spurdu góðtaka meira + lýsingarorð, t.e. sovorðið sum meira sjúkur. Tølini uttast til vinstru standa fyri (1) setningurin er grammatiskur, (2) setningurin er grammatiskur, men eg hevði ikki brúkt hann sjálv(ur), (3) setningurin er ivasamur, og (4) setningurin er ógrammatiskur. M = maður, K = kvinna. 15-35M 15-35K 36-55M 36-55K 56+ M 56+ K (1) 35,4 32,1 44,2 45,7 44,3 31,9 (2) 28,3 19,8 20,0 24,8 31,6 30,4 (3) 25,3 28,3 25,3 20,2 13,9 18,8 (4) 11,1 19,8 10,5 9,3 10,1 18,8 100 100 100 100 100 100 Tabell 2: vísir prosentvís, hvussu nógv mann- og konu- fólk góðtaka meira + lýsingarorð. Um tølini uttast til vinstru, síggj undir Tabell 1. eina løtu, tí nú verður farið til úrslitið av NORMS­08 kanningini, og tað, sum eg fann í http://spraakbanken.gu.se/. Her leit­ aði eg eftir: (1) óbendandi lýsingarorðum, sum hava ­and-i eins og ótolandi. Eg leitaði eftir, (2) teimum, sum hava eftirfestið ­lig eins og nágreiniligur og (3) læntum lýsing­ arorðum eins og positivur og so (4) eisini eftir samansettum lýsingarorðum eins og meira ídnaðarframleiddur. Neyðugt var at avmarkað leitingina soleiðis av tíðarorsøk­ um. Sjálvandi hevði borið til at kannað øll lýsingarorð í nevnda dátugrunni, men slíkar uppteljingar eru tíðarkrevjandi. Grundin til at eg leitaði eftir óbendandi lýsingarorðum er sjálvsøgd. Tað eru hesi, Tabell 3: vísir hvussu býtið er ímillum aldursbólkarnar, og sum nevnt er munurin ikki signifikantur. Um tølini uttast til vinstru, síggj tabell 1. Mannfólk Konufólk (1) 41,0% 37,8% (2) 26,4% 24,3% (3) 22,0% 22,7% (4) 10,6% 15,1% 15-35 36-55 56+ (1) 33,7% 45,1% 38,5% (2) 23,9% 22,8% 31,1% (3) 26,8% 22,3% 16,2% (4) 15,6% 9,8% 14,2% 100% 100% 100% sum hava meira og mest. Men so varð eisini leitað eftir samansettum lýsingarorðum, fyri at vita, um mann hevur meira her sum í norskum. Grundin til, at eg leitaði eftir meira + eitt lænt lýsingarorð var, at mann evt. kann rokna við, at tað er vanligari í føroyskum at hava meira/mest framman fyri hesi, júst tí tey eru lænt, altso, at fólk síggja og hoyra danskt mere nervøs og læna tað sum meira nervøsur. Sum sæst í tabell 1, eru flest samd um, at hesir setningarnir kunnu góðtakast í føroyskum, og verður hugt at muninum ímillum kynini, so er eingin signifikantur munur at síggja (p > 0.05): sí tabell 2. 14 AnAlytiskt mið- og hástig Tabell 4: Býtið millum analytiskt og syntetiskt miðstig í føroyskum. Tølini ovast standa fyri: (1) setningurin er grammatiskur, (2) setningurin er grammatiskur, men eg hevði ikki brúkt hann sjálv(ur), (3) setningurin er ivasamur og (4) setningurin er ógrammatiskur. IS = ikki svarað. Býtið millum setningarnar í 2c á bls. 7 er: 1 2 3 4 IS Mátingarnar í dag vóru neyvari enn tær í gjár 152 27 8 2 6 Henda bókin er fittligari enn hin 122 40 17 14 2 Mátingarnar í dag vóru meira neyvar enn tær í gjár 109 37 25 21 3 Hetta barnið er meira sjúkt enn hatta 68 59 45 19 4 Hetta barnið er sjúkari enn hatta barnið 83 43 55 12 2 Henda bókin er meira fittlig enn hin 50 50 59 35 1 Mátingarnar í dag vóru meira neyvari enn tær í gjár 15 26 52 99 3 Henda bókin er meira fittligari enn hin 17 19 51 104 4 Hetta barnið er meira sjúkari enn hatta 10 11 33 140 1 So til spurningin um tað man vera munur ímillum aldursbólkarnar. Aftur vísir stati­ stikkurin, at munurin ikki er signifikantur (p > 0.05), og tølini í prosentum eru: sí tabell 3. Roknast kundi við, at tað yngra ættarliðið var tað, sum mest brúkti meira + lýsingar­ orð, av tí at tað ikki er óvanligt, at málbroyt­ ingar byrja hjá tí yngra ættarliðnum, men so er ikki í okkara føri, t.e., at broytingin er so mikið áleiðiskomin, at tey eldru eisini góðtaka hana, skal mann ganga út frá hesari kanningini, sum altso fevnir um 194 heimildarfólk frá seks ymiskum økjum og ymiskum aldursbólkum. Rætti­ liga umboðandi, altso, og leiting mín í Spraakbanken dátugrunninum vísir eisini, at meira + lýsingarorð verður brúkt í før­ oyskum skriftmáli, síggj seinni, t.e., at tað er rættiliga útbreitt. So til spurningin um tað kann vera munur ímillum aldur og kyn, og tað vísir seg í øllum førum, at eingin signifikantur munur var at finna. Sum fram kemur í tabell 4, er hetta at síggja við ósamansettum eins væl og saman­ settum lýsingarorðum, uttan tá ið talan er um tær innovativu imitatiónirnar meira neyvari o.s.fr. Har eru fólk heldur óvillig­ ari, men áhugavert er kortini at síggja, at tey ikki siga, at hesar konstruktiónir eru fullkomiliga ógrammatiskar, men tað er sosum ein onnur søga. Síðani til tað, sum fram kom, tá ið eg hugdi í spraakbanken. Eg havi her skilt ímillum typur (en. types) og merkir (en. tokens), sum oftani verður gjørt í tví­ mælisgranskingini, sbr. eitt nú Muysken (2000), og hetta kann so førast yvir á eina slíka kanning sum hesa, sum er sosiolingvistisk, við einum tvímálsligum vinkli. Men aftur til typur og merkir. AnAlyticAl compArAtive And superlAtive 15 Tabell 5: Typur og merkir við analytiskum mið- og hástigi í føroyskum. Tá ið talan er um miðstigið, er myndin hendan: Og tá ið talan er um hástigið, er myndin hendan: Ein setningsgerð sum til dømis meira fittligur er ein typa í spraakbanken.gu.se, og um tað kemur fyri eitt nú 14 ferðir, so er talan um 14 merkir av hesari typuni. Sí tabell 5. Sum kanningin vísir, er analytiskt mið­ stig og hástig eisini góðtikið í føroyskum í skrift, enntá eisini við arvorðum sum meira sjúkur, og hetta er ikki heilt nýtt, sum eg skal vísa við dømi niðanfyri. Eg hugdi ígjøgnum eldri upptøkur á Føroyamálsdeildini, FMD, á Bandasavn­ inum BS, har. Summar teirra eru avskriv­ aðar. Heimildarfólkini eru fødd síðst í 1800 og summi teirra fyrst í 1900. Hetta tilfar má so geva innlit í, hvussu føroyskt einaferð eisini hevur verið, og tá hjá fólki, sum ikki hevur havt nógv føroyskt lesi­ tilfar. Setningurin (4a) er frá SEH, og hetta er FMD BS 11a, bls. 25. og (4b) er frá FMD BS 11a, bls. 28. Heimildarmaðurin, AH, er yvir 70 ár, føddur í 1898, t.e., at upptøkurnar eru frá umleið síðst í 60­ unum fyrst í 70­unum: Hesi dømir eru ikki heilt einkisigandi. Annað er við einum samansettum láni­ orði, har mann næstan kundi forvæntað at havt analytiskt miðstig. Hitt er áhugavert, tí tað vísir, at longu eldri fólk hava havt analytiskt miðstig saman við arvorðum. Niðurstøða Sum sæst hevur tað analytiska mið­ (og hástigið) breitt seg í føroyskum, og verður tað brúkt saman við arvorðum eins væl og við avleiddum lýsingarorðum, saman­ settum og læntum lýsingarorðum. Eisini havi eg víst á dømi úr eldri talumáli, so heilt nýtt er hetta ikki. Broytingin er úrslitið av einum innari drivi móti analytisiteti, styðjað av strukt­ urum, sum eru til frammanundan (meira ótolandi, meira framsíggin) og málamóti, har mann serliga kann hugsa sær, tá ið talan er um hetta ítøkiliga málamótið, at hin lurtandi hevur verið, og er, sentralur, t.e., av málførleikunum: tosa, lurta, lesa og skriva, er at lurta týdningarmikið sum birtari av eini broyting, tí føroyingurin hoyrir so nógv danskt.