Fororð Sambært dagstovnalógini er álagt landstýrisfólkinum í mentamálum at áseta reglur fyri námsfrøðilig stevnumið á dagstovnaøkinum . Hesi yvirskipaðu mið, sum virksemið á økinum skal stevna fram ímóti, eru nú fest á blað . Vónandi fara tey at roynast góður íblástur til áhaldandi orðaskifti um dagliga virksemið, og birta upp undir menning av dagstovnunum hjá øllum teimum, sum hava við økið at gera . Sum landsstýriskvinna í mentamálinum vóni eg, at tikið verður ímóti námsfrøðiligu stevnumiðunum í tí fólkaræðisliga anda, sum tey eru givin, og hann er, at tey í støðugum orðaskifti verða ment og endurnýggjað, lívi barnanna og øllum samfelagnum til frama . Rigmor Dam Landsstýriskvinna NOTUR 5 NOTUR Inngangur Løgtingið hevur í løgtingslóg nr . 67 frá 10 . mai 2000 um dagstov nar og dagrøkt í §§ 1 og 2 ásett endamálið fyri dagstovnar og dagrøktir . í § 3, stk . 3 er ásett, at landsstýrismaðurin skal áseta reglur fyri námsfrøðilig stevnumið . Stevnumið skulu skiljast, sum tey eru søgd - yvirskipaði mið, ið arbeiðið og virksemið á dagstovninum er ætla at stevna fram ímóti, bæði hvat fyrireiking, útinnan og eftirmeting viðvíkur . Tey eru ætlað at vera ein eggjan til umhugsan, ikki bara um egið virksemi, men eisini felags pedagogiskt virksemi . Stevnumiðini byggja á pedagogisk og etisk grundsjónarmið til umhugsan, heldur enn á ávís krøv um, hvat ið eigur at verða gjørt í tí einstaka dagstovninum . Stevnumiðini eru ikki fyriskrivandi, men ein innbjóðing til sjálv støðuga hugsan . Tey taka ikki støðu til arbeiðshættir, tí dagstovnarnir eiga at fara fjølbroyttar leiðir í sínum arbeiðshættum, soleiðis sum tað hóskar seg best hjá tí einstaka dagstovninum . Stevnumiðini taka støði í teimum serligu førleikunum, sum náms frøðingar hava ognað sær í síni útbúgving . Stevnumiðini síggja starvsliga førleikan hjá námsfrøðingunum sum ein dygdargóðan, pedagogiskan serførleika, bygdan á granskingargrundaðan kunnleika og afturlit í arbeiðinum við børnum, foreldrum og starvsfelagum í dagstovnunum . Hesir pedagogisku førleikar skulu taka demokratiskt sinnalag til sín . Teir skulu geva børnum og foreldrum høvi til at vera virkin í at skapa meining í gerandislívinum saman við viðurkennandi vaksnum, sum geva teimum avbjóðingar . Tílík vaksin síggja tørvin á umsorgan, spæli og læru hjá einstaka barninum eins væl og hjá barnabólkum í lívlongum ljósi . Stevnumiðini skulu geva íblástur til at fyrireika pedagogiska arbeiðið, sum børn, námsfrøðingar, onnur starvsfólk, foreldur og aðrir natúr ligir samstarvspartar skulu menna saman . Henda fyrireiking byggir á serførleikan hjá námsfrøðingum, sum hann vísir seg, tá ið hann er bestur, í einum dagstovni eyðkendur av hegnisligari nærkan til 6 týdningarmikil viðurskifti í barnsins lívi, eitt nú uppaling, umsorgan, mentan, sosialisering, spæl og læru . Stevnumiðini eru grundarlagið, sum dagstovnar skulu byggja sína ársætlan á . Námsfrøðiligu stevnumiðini seta virðisgrundarlagið út í kortið, sum dagstovnarnir skulu byggja virksemið á . Tey eru veg leiðandi fyri innihaldið og fyri uppgávurnar í dagstovninum, og tey eru ætlað at vera ein íblástur til virksemið . Endamálið við stevnumiðunum er at geva leiðarum, námsfrøðingum og starvsfólkum yvirhøvur ein karm um virksemið í dagstovnunum . Leiðarin hevur ábyrgd av, at virksemið hevur støði í stevnumiðunum . Stevnumiðini eru eisini ein kunning til foreldur, kommunur og myndugleikar um, hvat ein dagstovnur eigur at vera . Stevnumiðini endurspegla mentanar og menningaruppgávuna hjá dagstovninum og byggja á eina barnaáskoðan, har børn hava før leikar og hava ein virknan leiklut at skapa seg sjálvan . Stevnumiðini greiða frá samfelagsuppgávuni hjá dagstovnunum . Tey vísa á týdningin, sum hugburður, kunnleiki og førleiki hjá námsfrøðingum hevur fyri at møta, skilja og ala upp børn, so tey kunnu gerast virknir luttakarar í einum fólkaræðisligum samfelag . Dagstovnurin skal byggja á eina heildarmenning og á eina læru áskoðan, har spæl, umsorgan og læra eru týdningarmiklir tættir . Sosialir førleikar og námsfrøðiliga umhvørvið eru týðandi partar av læru og menningarumhvørvinum og læru og menningarum hvørvinum í dagstovninum . Einstaki dagstovnurin skal harumframt greiða nærri frá sínum virksemi í eini ársætlan og skal eisini gera greitt, hvussu hann ætlar at samstarva við frítíðarskúla, fólkaskúla og heimini . Stevnumiðini leggja dent á sereyðkennini hjá dagstovninum sum eitt pedagogiskt virksemi . NOTUR 7 NOTUR Samfelagsuppgávan hjá dagstovnum Uppgávan hjá dagstovnunum er at bjóða børnum undir undirvís ingarskyldugum aldri eitt trygt, mennandi, avbjóðandi og læruríkt umhvørvi, sum er fyri barnsins besta . "Løgtingslógin fevnir um virksemið á dagstovnum og dag røktum, sum í samráð við foreldraráðið virkar fyri uppaling og menning av børnum sambært fullgóðari námsfrøðiligari stevnu." Løgtingslóg nr. 67 frá 10 mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt Uppgávan hjá dagstovnum er at bjóða børnum eina uppaling og menning sambært fullgóðari námsfrøðiligari stevnu . Dagstovnurin skal hava eina dygd, bæði námsfrøðiliga, mentanarliga, umhvørvisliga og sosialt, sum til eina og hvørja tíð er í samsvari við tann kunnleika og tað innlit, sum er um barndóm, barnaáskoðan, læruáskoðan og serligu rættindini barnsins . Dagstovnaleiðarar og námsfrøðingar eiga at halda seg væl kunnaðar um gransking og nýhugsan á dagstovnaøkinum, soleiðis at teir støðugt fylgja við í tí, sum fer fram innan námsfrøðiliga gransking . Dagstovnurin er ein pedagogiskur stovnur, sum fyrst av øllum er til fyri børnini, men dagstovnurin er eisini eitt vælferðartilboð til smábarnafamiljur . Dagstovnurin skal byggja á eina heildarfatan av børnum, har um sorgan, spæl, mentan og læra eru ein heild, og hann skal vera eitt umsorgar, mentanar og læruumhvørvi, sum er til fyri barnsins besta . Barnsins besta skal altíð vera útgangsstøðið og grundarlagið fyri virkseminum í dagstovninum . ábyrgdin hjá dagstovnunum er at stuðla einstaka barni at mennast við øllum teimum førleikum og møguleikum, sum tey hava . 8 NOTUR Námsfrøðiliga uppgávan hjá dagstovnunum er at tryggja, at børnini fáa eitt umhvørvi, har tey við umsorgan og tryggleika fáa avbjóð ingar, sum eru hóskandi til teirra aldur og menning . Virksemið skal vera hugaligt, trygt og læruríkt hjá børnunum, og tað skal byggja á teirra áhuga . á dagstovnum skulu børnini hava góðar møguleikar at spæla og læra og vera virkin í einum felagsskapi . Dagstovnurin skal tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi, sum gevur børnunum fjølbroyttar avbjóðingar bæði innan og uttandura . Dagstovnurin hevur stóran týdning fyri menningina hjá børnum og skal stuðla uppundir teir stóru og fjølbroyttu lærumøguleikar, sum børn hava . Starvsfólk og foreldur eiga at arbeiða saman fyri at birta upp undir menningarmøguleikarnar hjá børnunum . Ein týðandi partur av samfelagsuppgávuni hjá dagstovnunum er at byggja arbeiðið á fólkaræðisligt grundarlag . Hugburðurin til børn og fólkaræði í STsáttmálanum um barnarættindi er eitt nýbrot, og neyðugt er at geva sær stundir at umhugsa og menna eina hugsan um rættindini hjá børnum í dagstovnum, um hvussu rættindini hjá børnum skulu skiljast, og hvussu tey kunnu gerast ein partur av gerandislívinum í dagstovninum . Børn skulu hava ávirkan á egið lív, og ein partur av uppalingini er at geva børnunum møguleika at vera virkin í fólkaræðinum . 9 NOTUR Virði Dagstovnurin skal byggja sítt virksemi á fólkaræði og altíð virka til frama fyri barnsins besta . Børnini skulu fáa møguleikar at vera virknir luttakarar í einum fólkaræðisligum samfelag og at vera virkin í at skapa mennandi, avbjóðandi og hugvekjandi møguleikar . Allir dagstovnar eiga at byggja sítt virksemi og innihald á tað virðis grundarlag, sum er ásett í dagstovnalógini og í teimum altjóða sáttmálum, sum Føroyar hava bundið seg til, og dagstovnurin eigur serliga at hava í huga STsáttmálan um barnarættindi . Sameindu Tjóðir samtyktu Barnarættindasáttmálin í 1989 . Løgtingið staðfesti sáttmálan 9 . apríl 1992 . Við hesi staðfesting av Barna rættindasáttmálanum hava Føroyar bundið seg til at hava barnsins besta í huga í øllum, sum hevur við børnini at gera, soleiðis sum § 3 í sáttmálanum ásetur . Myndugleikar landsins eiga at tryggja, at teir stovnar og tær tænastur, sum hava ábyrgdina av umsorgan og verju av børnum, taka støði í teimum ásetingum, sum hesir altjóða sáttmálar seta . Barnarættindasáttmálin leggur dent á, at barnaárini hava virði í sær sjálvum, og á rættin hjá børnunum at koma til orðanna og at hava medávirkan á egið lív . Dagstovnar skulu sambært Barnarættindasáttmálanum byggja sítt virksemi á eina heildarfatan av børnum, har umsorgan, spæl, mentan og læra mynda eina heild . Dagstovnarnir hava ábyrgdina av at skapa umstøður og tryggja, at børnini fáa síni rættindi . Dagstovnar skulu eggja børnunum til at menna teirra sjálvstøðu og birta upp undir teirra tolsemi, so tey í orði og verki sýna sínum medmenniskjum somu virðing, sum tey sjálv vilja hava, og stuðla teimum at viðurkenna rættin hjá øðrum at hava aðra hugsan, enn ein sjálvur ella fjøldin hevur . Dagstovnurin skal byggja sítt virksemi á etisku grundvirðini: rætt 10 vísi, næstakærleika, fyrigeving, menniskjavirði og ábyrgd fyri felagsskapinum . Dagstovnurin skal geva børnunum møguleika at menna síni skap andi evni, sum eru eitt gott grundarlag til at styrkja teirra samleika, sjálvsvirðing og sjálvkenslu, og hann skal birta uppundir teirra evni at taka sær av egnum viðurskiftum á ein virðiligan og samstarvandi hátt . Dagstovnurin skal byggja sítt virksemi á sjónarmiðið um javnstøðu millum kynini . Javnstøða millum kynini skal endurspegla tað peda gogiska arbeiðið í dagstovninum . Dagstovnurin skal stuðla børnunum at møta og skapa javnstøðu í samfelagnum . Gentur og dreingir eiga at hava sama møguleika at vera sædd og hoyrd og at verða eggjað til luttøku í felagsskapinum í øllum virk semi í dagstovninum . Neyðugt er, at starvsfólkini umhugsa sín egna hugburð til gentur og dreingir og hugburðin, sum er frammi í samfelagnum, so kynið ikki verður ein avmarking í teimum møguleikum og avbjóðingum, sum børnini fáa . Arbeiðið í dagstovninum skal eyðkennast av virðing og ábyrgd fyri okkara felags tilfeingi, bæði náttúru og mentan . Dagstovnurin skal leggja dent á umhvørvis og náttúruverndarspurningar og okkara felags ábyrgd fyri lívi og heilsu . Virðingin fyri burðardyggari menning skal styrkjast, og umráðandi er at geva børnunum eina bjarta vón á framtíðina og vísa á, at í felagsskapi ber til at ávirka framtíðina . Dagstovnurin skal leggja dent á ein heilsufremjandi hugburð, sum fevnir um bæði likamliga, sálarliga og sosiala vælveru . Dagstovnurin hevur eina serliga ábyrgd fyri at skapa rúmd og læru møguleikar hjá øllum børnum . Børn, sum hava serlig rættindi, eiga at stuðlast við tiltøkum, sum skapa fjølbroyttar møguleikar at mennast . NOTUR 11 NOTUR áskoðan á børn og barnaár Barnaáskoðanin hevur avgerandi ávirkan á, hvørjar møguleikar børnini fáa at menna og menta seg í dagstovninum . Vit hava øll eina mynd av, hvat eitt barn er, og henda mynd hevur røtur í okkara mentan, kunnleika, persónligu royndum, og eisini í okkara vónum til framtíðina . Myndin av barninum broytist eftir tíð og stað . Einaferð í tíðini var hugtakið barndómur ikki til . Børnini vóru smá vaksin . Við hugtakinum barnaáskoðan seta vit ljósið á barnið og lata upp fyri spurninginum: Hvussu síggja vit barnið, hvør er okkara barnaáskoðan, og hvørja ávirkan hevur henda myndin av barninum á pedagogiska virksemið í dagstovnunum? Tað er okkara fatan av, hvat eitt barn er, og hvat tað kann verða, sum skapar barnið . Ein fatan av barninum hevur verið, at menningin kemur av sær sjálvari, og at tað meira ella minni ber til at siga frammanundan, hvussu menningin verður, uttan at hugsa um, hvørjum umhvørvi børnini vaksa upp í . Henda hugsanin bygdi á, at menningin fór fram eftir einum serligum mynstri, uttan at hugsa um, hvørja ávirkan tað menniskjaliga samskiftið og tíð og stað høvdu á møguleikarnar hjá barninum . Henda fatan av barninum læt upp í hendurnar á vísindunum at gera av fyri okkum, hvat eitt barn er, og hvat barndómur er . Tann fatanin av børnum, sum tey, sum arbeiða við børnum hava, hevur stóra ávirkan á teir møguleikar, sum børnini fáa . Okkara barnaáskoðan hevur ávirkan á, hvussu vit samskifta við børn, og á tað umhvørvið, sum vit skapa børnum, har tey skulu mennast og mentast . Starvsfólk á dagstovnum mugu støðugt hugsa um, hvussu tey síggja barnið, og hvør hugsan og hugburður stýrir teimum . Barnaáskoðanin, sum hevur støði í nýggjari gransking, og sum Barnarættindasáttmálin tekur støði í, vísir á, at barnið verður til í menniskjaligum samskifti, sum er bundið at tíð og stað, og at ikki ber til at siga, at børn eru á ein ávísan hátt . Børn eru ymisk, 12 og hvørt barn og hvør barndómur lagast eftir, hvussu vit hugsa um og skilja børn og barndóm . Tær valdandi myndirnar av børnunum hava ávirkan á okkum, vit taka tær til okkum og gera tær til ein part av okkum . áskoðanin á børn, sum alheimssamfelagið við Barnarættindasátt málanum á odda hevur tikið til sín, er ein mynd av einum ríkum barni, sum er ríkt uppá møguleikar, sterkt, máttmikið og dugandi, og sum skal hava møguleikar at hava ávirkan á egið lív . Henda barnaáskoðanin setur nýggj krøv til pedagogisku uppgávuna og pedagogiska innihaldið . Dentur skal leggjast á tað leitandi, undrandi og forvitna barnið . Tað hevur týdning at síggja børnini við øllum teirra møguleikum og førleikum, og at síggja tað, sum børnini eru áhugað í . Tað er undranin hjá børnunum, sum skal vera stýrandi í dagliga pedagogiska virkseminum . Barnaáskoðanin skal vera til støðuga umrøðu, og tað koma støðugt nýggjar myndir, sum føra til nýggj orðaskifti . Tað er neyðugt at halda lív í tílíkum kjaki, at seta nýggjar spurningar og ikki at steðga upp við einum endaligum svari, tí eingin endaligur sannleiki er til . Børnini eru virkin í skapanini av egnum lívi, og tað merkir, at starvs fólkini mugu lurta eftir børnunum, og ikki bara gera soleiðis, sum vit halda er best eftir okkara sannføring . Alt virksemið má taka støði út frá myndini av tí ríka barninum, og tað er á hetta, at alt starv á dagstovnum skal byggja sítt virksemi . NOTUR 13 NOTUR Spæl Fyri børn er spæl lívsneyðugt, og í spælinum menna tey ein saman settan førleika . Spæl og spælimøguleikar eru kjarnin í dagstovna virkseminum, og børnini eiga at fáa ríkar og fjølbroyttar møguleikar at spæla . Spæl er avbjóðingar og ikki bert upplivingar . Børnini mennast sosialt, kensluliga og rørsluliga, og spælið er ein týdningarmikil táttur í læruni hjá børnum, sum stimbrar teirra sam skiftisførleika og mennir teirra vit og skil . í spælinum ogna børnini sær fjølbroyttar royndir, og spælið er ein læritilgongd . Nógv góð læra er í spælinum . Spæl er eyðkent av fríum vilja, børnini spæla av sær sjálvum . Spælið er spontant og byrjar knappliga . Spælið styrkir evnini hjá børnunum og gevur teimum ríkar møgu leikar at arbeiða við granskandi spurningum . Øll vita, hvussu tað kennist at spæla, men granskarar hava ilt við at semjast um eina allýsing av spæli . Men tá ið vit spæla, vita vit, hvat spæl er . Spæl er ein almennur førleiki, og børn hava serliga góðan og stóran førleika at spæla . Hjá teimum er tað ein týdningarmikil partur av lívinum, sum gevur teimum gleði og stuttleika og styrkir teirra skapandi evni og skapandi hugsan . Spælið hjálpir teimum at skilja umheimin, at taka umheimin til sín og at kannað og granska umhvørvið . Spælið hevur virði í sær sjálvum og er ein natúrligur virkisháttur hjá børnum . í samspæli við børnini hava námsfrøðingar ábyrgdina av, at børnini fáa fjølbroyttar og ríkar møguleikar at "finna uppá" og møguleikar til nýskapan í spælinum . Námsfrøðingarnir eiga at hava í huga, at børnini fáa íblástur til spælið, so tey støðugt finna nýggjar og forvitnisligar spurningar at arbeiða við . Børnini eiga at fáa møguleikar at vera áhaldandi og fáa stundir til at undrast og fordjúpa seg . Bæði innan og uttandura eigur at vera skipað soleiðis fyri, at umhvørvi er stimbrandi fyri hugflogið hjá børnum og skal leggja upp til fjølbroyttar møguleikar við fjølbroyttum tilfari, sum gevur hugskot til nýggjar hættir til innihald og spæl . 14 Námsfrøðingarnir skulu geva mentanini, sum børnini skapa, serligan ans . Spælið er ein partur av barnamentanini, og við spælinum flyta børnini mentan, sum tey hava skapað, sínámillum . Spælið er grundarlagið undir vinalagnum, og tí hevur tað týdning, at námsfrøðingarnir stuðla uppundir spælið og geva børnunum stundir at spæla . Tað er umráðandi, at starvsfólkini eru tøk hjá børnunum til at stuðla og birta upp undir spælið og spælimøguleikarnar hjá børnunum . Tey mugu tryggja, at øll børnini fáa góðar og positivar avbjóðingar og upplivingar í spælinum . Avbjóðingin hjá námsfrøðingunum er at finna javnvágina millum at blanda seg uppí spælið, geva íblástur til spælið og at geva børnunum frið at menna sítt spæl . Neyðugt er at síggja spælið í einum kynsperspektivi, so kyn ikki verður ein forðan fyri, at børnini fáa møguleika at menna seg . NOTUR 15 NOTUR Læra og kunnleiki Umframt at børnini skulu trívast og fáa umsorgan, hava tey eisini rætt at læra, rætt til avbjóðingar og rætt til at seta undrandi og forvitnisligar spurningar Børn hava nógvar førleikar, og hetta setur krøv til pedagogiska inni haldið . Børn skulu fáa fjølbroyttar menningar og lærumøguleikar, og tað er barnsins áhugi, sum skal vísa vegin og hava ávirkan á innihald og møguleikar í tí pedagogiska arbeiðinum . Umráðandi er at møta áhuganum hjá børnunum at læra og geva teimum fjølbroyttar møguleikar at læra í samskifti við onnur børn . Børn eru sjálvstøðug menniskju og hava rætt til medávirkan á egið lív . Tey eru virknir medskaparar av nýggjum kunnleika og vitan og skulu fáa høvi at skapa meining og innihald, meðan tey eru í lærutilgongdini . Børn læra í samspæli og samskifti við onnur børn og vaksin, og læran er samantvinnað við spæl, mentan, umsorgan og undran . Undranin og forvitnið hjá barninum skal vera grundarlagið undir teimum spurningum, sum námsfrøðingar viðgera og kanna saman við børnunum . Námsfrøðingarnir eiga at stuðla børnunum at fáa gleði av øllum teirra evnum . Tey mugu fáa høvi at liva eitt lív við mennandi læru, og havast má í huga, at tey fyrstu barnaárini eru tey týdningarmestu læruár okkara . Námsfrøðingarnir birta uppundir lærutilgongdina hjá øllum børnunum, frá teimum yngstu til tey elstu í dagstovninum, tí øll skulu fáa møguleikar at læra og mennast . Lærumøguleikar eru alt lívið, men tey fyrstu árini eru tey týdningarmestu, og tað er tá, at grundarlagið fyri lívlangari læru verður lagt . Børnini mugu fáa álit á og innlit í egnan førleika at læra seg at læra og mugu verða stuðlað í teirra undran, áhuga og forvitni, heldur enn eini stremban eftir at røkka ásett kunnleika og førleikamál . Tað er lærutilgongdin, sum hevur størstan týdning . 16 Arbeiðið skal skipast soleiðis, at børnini fáa møguleikar at knýta vinarbond, tí tað góða sambandið við onnur børn og vaksin er ein fortreyt fyri læru og gleði . Undran, forvitni, virkishugur og áhugi skulu mennast og stimbrast . Grundarlagið er ein granskandi arbeiðsháttur . Undranin og forvitnið hjá børnunum skal vera stýrandi . Øll læra byggir á tað, sum vekur okkara áhuga, tí áhugin er drívmegin . Námsfrøðingarnir mugu taka støðu til, hvussu barnið støðugt kann mennast í síni lærutilgongd og síni kunnleikaskapan, og støðugt umhugsa sítt arbeiði og sína uppgávu . Barnaáskoðanin og læru áskoðanin, sum eru frammi í dag, seta nýggj krøv til pedagogikkina . Námsfrøðingar eiga at hava í huga, hvussu teir skapa eitt stimbrandi umhvørvi, har børnini fáa møguleika at varðveita og menna tað, sum tey hava í sær, hvussu teir varðveita undranina og forvitnið hjá børnunum, so tey læra at hugdýpa seg og finna gleði og stuttleika í tí, tey gera . Tað er ábyrgdin hjá námsfrøðingunum at síggja tað, sum børnini eru upptikin av, og eiga at hava í huga, at børnini finna gleðið í tí, sum tey gera . NOTUR 17 NOTUR Umsorgan og uppaling í góðari umsorgan eru nógvir møguleikar til læru og menning, og uppgávurnar at menna og menta skulu renna saman í eina heild, so umsorganin styrkir læruna, og læran styrkir umsorganina . Umsorgan er grundarlagið undir menningar og mentanarmøguleikum hjá børnum, og læran hongur óloysiliga saman við umsorgan . Tað hevur stóran týdning fyri tað einstaka barnið, at dagstovnurin leggur dent á eina fjølbroytta umsorgan, sum hevur virði í sær sjálvum . Umsorgan hevur bæði eina likamliga, eina kensluliga og eina menn andi og mentandi síðu . Tann likamliga umsorganin er eyðkend av at síggja, nær barnið hevur tørv á mati, reinføri og hvíld . Tann kensluliga umsorganin er eyðkend av tryggleika og einum persónligum og kensluligum sambandi við børnini . Tað hevur týdning, at starvsfólkini í dagstovninum eru nærverandi og kunnu liva seg inn í verðina hjá børnunum og síggja, at børnini hava tørv á tilknýti og felagsskapi . Børnini skulu fáa møguleikar at vísa umsorgan fyri hvørjum øðrum og at síggja tað serstaka hjá hvør øðrum . Góð umsorgan er ein fortreyt fyri menning og læru . Børn eru virknir medskaparar av egnum lívi, og tí er tað ikki nóg mikið, at umsorganin bert tekur støði í likamligu og kensluligu síðuni av umsorganini . Professionella umsorganin skal geva børnunum nógvar og fjølbroyttar møguleikar at mennast og mentast . Avbjóðingin hjá námsfrøðingunum er at kveikja áhuga og forvitni hjá børnunum, so at børnini finna sína egnu drívmegi, orku og ætlanir til at læra og at skapa seg sjálvan . Grundgevingin fyri umsorgan skal taka støði í, at børn eru medmenniskju, og at tey eru ein partur av samfelagnum . Hugburðurin hjá starvsfólkunum til umsorgan skal eyðkennast av eini eggjan, sum stimbrar børnini at menna allar sínar førleikar og verða eyðkend av gleði, forvitni og skapan, umframt virðing fyri hvørjum øðrum . Dagstovnurin skal ala upp børnini at virka í einum demokratiskum samfelagi, har tey fáa innlit og ávirkan á síni rættindi, sínar skyldur 18 og ábyrgd . Eisini skal stovnurin stuðla teimum at taka lut í einum livandi orðaskifti . Uppaling er bæði at leiða og vegleiða næsta ættarlið, og í uppaling ini verða virði, normar, tankar og mátar at vera uppá bornir víðari, endurskoðaðir og endurskapaðir Uppalingin hjá námsfrøðingunum í dagstovnunum skal bæði geva børnunum innlit og kunnleika um normar og virði, sum eru galdandi í samfelagnum, og skapa grundarlag og møguleikar hjá børnunum fyri virknari luttøku og skapan av einum demokratiskum samfelag . Starvsfólkini skulu vera góðar fyrimyndir, vera vegleiðandi og seta upp neyðugar karmar fyri børnini . Námsfrøðingarnir skulu seta krøv og geva børnunum avbjóðingar, sum hóska til førleikarnar hjá tí einstaka barninum . NOTUR 19 NOTUR Sosialir førleikar Dagstovnurin skal byggja sítt virksemi á fólkaræðisligan grundvøll, har børn, starvsfólk og foreldur eru virknir luttakarar . Dagstovnurin skal bera so í bandi, at børnini fáa møguleikar at uppliva og finna gleði í góðum felagsskapi . Góðar royndir og upplivingar við vinum og í góðum vinalag við javnaldrar hava stóran týdning fyri, at børnini menna sínar sam spælsmøguleikar . Dagstovnurin hevur ein týðandi leiklut fyri sosi alari menning . Øll børn í dagstovnum skulu hava møguleika at luttaka í virksemi, sum hevur týdning fyri tey . á tann hátt fáa tey møguleika at uppliva egnan dugnaskap og egnan førleika . Børn, sum fáast við tað, sum vekur teirra áhuga og forvitni, og sum hevur týdning fyri tey, finna styrki í at uppliva egnan førleika, at royna at ganga egnar leiðir, og at finna egnar loysnir . Hetta mennir teirra sosiala førleika . Eitt av høvuðsmálunum hjá dagstovninum er, at børnini gerast sjálv støðug og hava gott sjálvsálit . Dagstovnurin skal geva børnum møguleika til virkna luttøku og at ávirka felagsskapin . Tað er í vinalagnum, at børnini fáa møguleika at seta seg í støð una hjá øðrum, læra at samstarva, vísa ábyrgd, samkenslu, og læra at loysa tvístøður . Sosialur førleiki er at vera virkin og at taka ábyrgd saman við øðr um . Henda førleika menna børnini í góðum felagsskapi við børn og vaksin, sum er eyðkent av gleði, humor og estetiskum upplivingum . Hetta eigur at vera eitt eyðkenni fyri lívið í dagstovninum . Fyri at menna góðar sosialar førleikar eigur dagstovnurin at geva børnunum nógvar og fjølbroyttar møguleikar at samstarva . Børn læra sosialan førleika í samskifti við onnur, og tað er í sam skiftinum, at børnini kunna menna eina góða sjálvsmynd . Børn, sum hava góðan sosialan førleika, hava størri møguleikar at vera virkin í kjaki, at halda samskiftið við líka, laga seg at broyttum umstøðum, og 20 at gera sína ávirkan galdandi . Tað er her, at sjálvsálitið, sjálvsfatanin, samstarvsevnini, ábyrgdin og samkenslan fáa møguleika at vaksa . Arbeiðshættirnir í dagstovninum skulu eggja børnunum til at arbeiða bæði saman við øðrum børnum og starvsfólki . Tí tað er í felags skapinum, at børn menna sín persónliga og sosiala førleika . Góður sosialur førleiki er grundarlagið undir einum innihaldsríkum og góðum lívi hjá tí einstaka . NOTUR 21 NOTUR Pedagogiska umhvørvið Børn hava rætt til eitt pedagogiskt umhvørvi við áhugaverdum inni haldi, sum gevur íblástur til spæl og læru, og skal geva børnunum fjølbroyttar møguleikar og avbjóðingar . Dagstovnarnir eru til fyri børnini, og dagstovnurin og alt umhvørvið í stovninum skal fyrst av øllum vera eitt umhvørvi, har børn fáa góðar námsfrøðiligar avbjóðingar . Tað pedagogiska umhvørvið, sum eisini verður kallað tann triði pedagogurin, er karmar bæði inni og úti, s .s . arkitekturur, innrættan, tilfar, og eisini dagsskipan, skipan av tíð, reglur, bæði óskrivaðar og skrivaðar, ósjónligar og sjónligar, rutinur og mannagongdir . Allir hesir tættir hava ávirkan á møguleikar hjá børnum at mennast og mentast og ávirka teirra sjálvsfatan og samleikan . Tað pedagogiska umhvørvið skal geva børnunum góðar og fjølbroytt ar møguleikar at skapa seg sjálvan í samspæli við onnur og geva teimum nógv at hugsa um og takast við . Bæði innan og uttandura umhvørvið skal vera avbjóðandi, vekja forvitni og undran og viljan at læra . Rúmið skal vera innbjóðandi og týðiliga eitt umhvørvi til virksemi, har nóg mikið er av fjølbroyttum tilfari og amboðum at birta upp undir spæli og granskingarhugin . Barnið skal kunna skifta millum ymiskt virksemi . Pláss skal vera fyri hugskotunum hjá børnunum til spæl og læru bæði innan og uttandura . Uttandura skulu børnini hava góðar møguleikar bæði á góðum spæliplássi, í nærumhvørvinum og úti í náttúruni . Innanduraumhvørvið skal leggjast soleiðis tilrættis, at tað stuðlar samskiftinum millum børn, starvsfólk og foreldur og gevur fjøl broyttar møguleikar at spæla og at arbeiða, bæði í stórum og smáum bólkum . Umhvørvið skal kunna broytast eftir broyttum tørvi og áhuga hjá børnunum . Tilfarið í dagstovninum skal hava fjølbroyttar møguleikar og vekja áhuga og forvitni hjá børnum í ymiskum aldrum . Leikur og tilfar 22 skal vekja áhuga barnanna til nýskapandi spæl og gransking og skal vera sett soleiðis fram, at tað vekur áhuga og forvitni . Garðurin í dagstovninum hevur stóran týdning fyri spæli og læru møguleikarnar hjá børnunum . Har skulu vera fjølbroyttir møguleikar til at granska, røra seg og at gera fjølbroyttar royndir . Garðurin skal vera gjørdur av fjølbroyttum tilfari, sum gevur fjølbroyttar møguleikar . Náttúran og nærumhvørvið hjá dagstovninum er fjølbroytt og ymiskt, alt eftir hvar dagstovnurin er . í náttúruni er fjølbroytt tilfar, sum gevur góðar møguleikar til kanningar og granskingar hjá børnum . Mannaskapta umhvørvið gevur eisini eitt fjølbroytt spæli og læru umhvørvi, sum børn skulu fáa møguleikar at kunna seg um og læra av . Pedagogiska umhvørvið hevur skapandi vald á børnum og vaksnum, og barnaáskoðanin speglast aftur í tilfari, innrættan og skipan av tíðini . Tað hevur týdning, at námsfrøðingar hugsa væl um, hvussu peda gogiska umhvørvið er skipað, og hvørjar møguleikar, avbjóðingar og avmarkingar pedagogiska umhvørvið gevur tí spælandi og lær andi barninum . NOTUR 23 NOTUR Menning og læra Virksemið í dagstovninum skal geva børnunum møguleika at skilja seg og sítt umhvørvi . Granskan, undran, lívsgleði og forvitni er grundarlag undir pedagogiska virkseminum saman við royndum, áhuga og tí, sum hevur týdning fyri børn . í dagstovninum renna umsorgan og pedagogikkur saman í eina eind í einum virksemi, sum sær til alt barnið allan dagin . á dagstovnum læra børn gjøgnum spæl og við luttøku í gerandis liga virkseminum bæði innan og uttandura . Tey læra í samspæli og samskifti við onnur børn, og tá ið námsfrøðingar og onnur starvsfólk stuðla teimum og kveikja teirra áhuga . Dagstovnurin skal støðugt geva børnunum nýggjar avbjóðingar og stuðla fjølbroyttu menningini og læruni hjá børnunum . Menningar og lærumøguleikarnir, sum eru nevndir niðanfyri, skulu samvirka og treyta hvønn annan . Tey mynda eina heild og eiga ikki at standa einsamallir . Menningar og lærumøguleikarnir í dagstovninum skulu byggja á eina hugsan um eina heildarmenning hjá barninum og vera partur av spælinum hjá barninum . Teir skulu byggja á áhugan og roynd irnar hjá børnunum og stuðla fjølbroyttu menning barnanna út frá teirra fortreytunum . á dagstovnum skulu børn fáa fjølbroyttar møguleikar at: - menna sín samleika - njóta friðin og hvíla - menna undran, forvitni og áhuga til at spæla og læra - mennasínasjálvstøðuogmennaálitiðáeginevniogegnarfortreytir - menna síni evni til at virka í bólki, at knýta vinabond, at klára tvístøður, at skilja rættindi og skyldur og at taka ábyrgd av felags reglum - fáa innlit í og menna egna mentan, og menna kensluna og virð ingina fyri øðrum mentanum 24 - tosa saman um ymiskar spurningar og í samrøðum og frásøgu fáa møguleikar at viðgera grundleggjandi spurningar - menna sítt mál og sín samskiftisførleika við fjølbroyttum møgu leikum at úttrykkja seg - hoyra søgur, syngja, ríma, kvøða, siga frá, gera søgur og yrkja - menna sín áhuga fyri myndum, teksti og ymiskum miðlum, og menna sín førleika at brúka, tolka og samtala um hetta - taka lut í umrøðum um ymiskar heimspekiligar spurningar og síggja fjølbroyttar møguleikar og loysnir - kanna, gera royndir, granska og hugleiða um náttúruvísind og tøkni á fjølbroyttan hátt - byggja og skapa við fjølbroyttum tilfari og amboðum - mennasínafatanfyriringrásiniínáttúruni,oghvussumenniskja, náttúra og samfelag hava ávirkan á hvørt annað, og kunna seg um vøkstur og djóralív og onnur fyribrigdi í náttúruni - menna sína fatan fyri støddfrøðiligum og náttúruvísindaligum hugtøkum, tølum, mongdum, mynstrum og teirra týdningi - menna sín førleika at kunna seg í tíð og rúmd - menna síni skapandi evni, njóta at taka lut í skapandi virksemi og gleðast um tað, tey skapa - njóta og skapa tónleik, myndlist og sjónleik - arbeiða við fjølbroyttum tilfari - úttrykkja upplivingar, tankar og royndir á ymiskan hátt í spæli, myndum, formi, rørslum, sangi, rútmikki, tónleiki, dansi og drama - taka virknan lut í at skapa barnamentan - uppliva list á ymiskum økjum - menna sínar rørslur og kropsfatan og týdningin av góðari heilsu, góðum kosti og vælveru NOTUR 25 NOTUR Eftirmeting og menning Námsfrøðilig eftirmeting hevur til endamáls at seta ljós á peda gogiska arbeiðið . Pedagogiska virksemið, skipanin av arbeiðinum, innihaldið og arbeiðsgongdin verða eftirmett . Eftirmetingin skal taka støði í gald andi lóggávu, stevnumiðum og ársætlan . Pedagogisk eftirmeting er gróðrarbotnur fyri menning av peda gogiska arbeiðinum og stuðlar menningini av virkseminum, so øll børn kunnu fáa best møguligar fortreytir til at trívast, læra og mennast . Tað eru ikki børnini, sum skulu eftirmetast, men skipanin av arbeiðinum, innihaldið og arbeiðsgongdin . í eftirmetingini eiga børnini at vera hoyrd . Eftirmetingin skal m .a . hyggja eftir, um virksemið tekur støði í royndum, fortreytum og áhuganum hjá børnunum . Innlitið hevur stóran týdning fyri fram haldandi menning av virkseminum í dagstovninum . Menning, mentan og læra barnsins fara fram í samspæli við um hvørvið . Tað pedagogiska virksemið er ávirkað av ytri karmum og krøvum, sum starvsfólkini í dagstovninum hava avmarkaða ávirk an á . Tí eiga eftirmetingar at taka støðið í, hvussu dagstovnurin arbeiðir við pedagogiska virkseminum, hugsjónunum og ætlanunum samsvarandi givnum fortreytum . í eftirmetingini skal dagstovnurin taka sjónarmiðini við hjá teimum ymisku áhugapørtunum, - bæði starvsfólkunum, børnunum og for eldrunum, bæði fyri at tryggja fólkaræðið og fyri at fáa breidd og fjølbroytni í eftirmetingina . Pedagogisk dokumentasjón er grundarlag fyri felags umhugsni og refleksjón millum námsfrøðingar og støði undir námsfrøðiligum kjaki og refleksjón í starvsfólkabólkinum, sum eftirmeting og plan legging eru grundað á . Dagstovnurin er ein lærandi organisasjón . Námsfrøðingarnir skulu vera í eini støðugari menning og mugu hava førleika at eftirmeta bæði 26 egið arbeiði og arbeiðið hjá øðrum . Eftirmeting er grundarlag fyri refleksjón og refleksiteti í arbeiðinum . Pedagogiska leiðslan hevur serliga ábyrgd av at skipa fyri, fremja, eftirmeta og menna pedagogiska arbeiðið . Hon hevur saman við námsfrøðingunum ábyrgd av at skipa fyri fakligari refleksjón og menningararbeiði . í eftirmetingini skulu námsfrøðingarnir gera sær greitt, hvørja ávirkan eftirmetingin og eftirmetingarhættirnir hava á pedagogiska innihaldið . NOTUR 27 NOTUR Tilrættisleggjan av pedagogiska innihaldinum og ársætlan á dagstovninum skal fara fram eitt pedagogisk virksemi, sum skal leggjast tilrættis, dokumenterast og eftirmetast . Við støði í náms frøðiligu stevnumiðunum og áhuganum hjá børnunum skal hvør dagstovnur leggja sítt virksemi til rættis, so børnini fáa góðar møgu leikar at mennast og mentast . Stovnurin er til fyri børnini, og áhugin hjá børnunum skal vera stýrandi fyri innihaldið og umhvørvið á dagstovninum . Arbeiðið skal leggjast til rættis, so at innihaldið tekur støði í tí, sum hevur týdning fyri tað, sum børnini halda . Arbeiðið skal leggjast tilrættis, so tað tekur støði í vitan og kunnleika um menning og læru barnanna bæði sum einstaklingar og sum bólkar . Dagstovnar skulu hava eina ársætlan . Stovnurin kann harumframt gera ætlanir fyri styttri tíðarskeið, og dagstovnurin kann eisini hava tørv á at gera langtíðarætlanir fyri at fáa eitt betri heildaryvirlit . í ársætlanini skal støða takast til, hvussu dagstovnurin ætlar at arbeiða fram ímóti námsfrøðiligu stevnumiðunum, og hvørjar pedagogiskar hugsjónir dagstovnurin byggir starvið á . Ætlanin skal kunna um, hvussu dagstovnurin ætlar at arbeiða við umsorgan, uppaling, spæli og læru . Greiðast skal frá, hvat dagstovnurin ætlar at arbeiða við komandi árið, s .s . serlig tiltøk fyri børnini, foreldrafundir, fakligir dagar, hvussu samstarvið við frítíðarskúla og fólkaskúlan skal skipast og ymiskar praktiskar upplýsingar um virksemið á tí einstaka stovninum . í ársætlanini skal støða takast til, hvussu børnini skulu hava medávirkan á arbeiðið á dagstovninum . Arbeiðið skal leggjast tilrættis, so at børnini kunnu koma framat við sínum hugskotum, og pláss skal vera fyri tí, sum knappliga stingur seg upp . 28 NOTUR í ársætlanini skal virksemið seinasta árið eftirmetast, og setast skal út í kortið, hvussu virksemið kann bøtast . Námsfrøðiligi leiðarin hevur ábyrgd av, at ársætlanin verður gjørd, og hon skal gerast í samráð við námsfrøðingar og onnur starvsfólk . ársætlanin skal vera eitt livandi arbeiðsskjal, sum skal eftirmet ast og endurskoðast . ársætlanin er fyrst av øllum arbeiðsamboðið hjá starvsfólkunum, so tey alla tíðina kunnu taka støðu til, um tey eru á rættari kós, um tey skulu rætta kósina, ella seta kósina av nýggjum . Harumframt er ársætlanin ein fortreyt fyri, at foreldur kunnu gera sína ávirkan galdandi . í ársætlanini skal verða greitt frá møguligum menningararbeiði, ið fer fram í stovninum . Menningararbeiðið er eitt miðvíst arbeiði, sum skal føra til broytingar, nýhugsan og bøta um virksemið . áðrenn farið verður undir sjálvt menningararbeiðið, verður ætlan gjørd, sum ásetir endamálið við menningararbeiðinum, tíðarætlan, hvussu menningararbeiðið verður skipað, arbeiðshættir, og hvussu eftirmetingin verður framd . Meting skal gerast av, hvat ið er komið burturúr menningararbeið inum, og royndirnar eiga at koma øðrum dagstovnum til góðar . 29 NOTUR Samstarv við heimini Dagstovnurin hevur eina týdningarmikla uppgávu sum forum hjá børnum og smábarnaforeldrum, og hann hevur eina serliga uppgávu sum mentanarberi . Hugtakið heim og foreldur merkir bæði foreldur og møgulig onnur avvarðandi . Foreldrini eru høvuðspersónarnir í lívinum hjá barninum . Tey hava høvuðsábyrgd av umsorgan, mentan og menning barnsins . Arbeiðið í dagstovninum skal fara fram í tøttum og álitisvekjandi samstarvi við heimini . Saman við heimunum skal dagstovnurin geva børnunum bestu fortreytir fyri ríkari og fjølbroyttari mentan og menning . Foreldrini skulu, innan karmin í námsfrøðiligu stevnumiðunum, hava møguleika at hava ávirkan á virksemið í dagstovninum . Tað er ein fortreyt, at dagstovnurin er týðiligur og greiður í sínum pedagogiska arbeiði, málum og innihaldi og sínum pedagogisku hugsanum . Dagstovnurin ger serliga ætlan fyri, hvussu tikið verður ímóti børn um og foreldrum, tá ið børnini byrja í dagstovninum, so tey fáa eina góða byrjan í stovninum . Øll, sum arbeiða í dagstovninum, skulu hava virðing fyri foreldrun um og hava ábyrgd av at menna eitt álitisvekjandi samband millum starvsfólkini í dagstovninum og familjurnar hjá børnunum . Námsfrøðingarnir hava ábyrgd av, at øll børn saman við foreldr unum fáa eina góða kunning um mál av týdningi í dagstovninum . Tey eiga javnan at hava samrøður við foreldrini um trivnað, læru og menning hjá børnunum, bæði í og uttan fyri dagstovnin . Starvsfólkini eiga at geva foreldrunum møguleika at hava ávirkan á, hvussu arbeitt verður við pedagogisku málunum, og tey eiga at hava sjónarmiðini hjá foreldrunum við í huga, tá ið virksemið verður fyrireikað og útint . Foreldrini eiga at vera hoyrd, tá ið virksemið verður eftirmett, og foreldrini skulu hava innlit í, hvussu dagstovnurin arbeiðir, og hvørjum barn teirra er upptikið av í dagstovninum . Spurningar um trivnað og menning barnsins og pedagogiska virk semið skulu javnan umrøðast saman við foreldrunum og børnunum . 30 Foreldrini eiga at vera kunnað um vanligu tagnarskylduna, sum er galdandi, og um tað serstøku upplýsingarskyldu, sum starvsfólk hava mótvegis barnaverndini . Dagstovnurin hevur serliga ábyrgd fyri foreldrum, sum tosa eitt annað mál og koma frá øðrum mentanum . At møta foreldrum frá ymiskum mentanum krevur virðing, ansni og innlit . NOTUR 31 NOTUR Góð skúlabyrjan Hvør aldursbólkur og hvørt barn hevur síni serligu eyðkenni, og hvør aldursbólkur og hvørt einstakt barn eigur at fáa avbjóðingar, sum hóska til aldursbólkin og einstaka barnið . Tað árið, barnið fyllir seks ár og skal í frítíðarskúla og skúla komandi skúlaár, eiga námsfrøðingar í samstarvi við børnini at skipa fyri serligum møgu leikum og avbjóðingum fyri at virka í bólkum . Hetta er ein liður í teirra yvirgongd úr dagstovni til fólkaskúla og frítíðarskúla . Eins og fyri alt virksemið í dagstovninum eigur arbeiðið við teimum elstu børnunum at taka støði í barnsins undran og forvitni, har tey fáa góðar møguleikar at arbeiða sum medgranskarar . Tað er grundarlag undir lívlangari læru . Undran og forvitni stimbra børnini at læra, og spælið skal framhaldandi vera grundstøðið í øllum virksemi og lærumøguleikum, sum børnini fáa . Ein góð skúlabyrjan skal fyrireikast, so børnini fáa góðar møguleikar at fella til í nýggja umhvørvinum . At fara úr dagstovni í skúla er stór broyting bæði fyri børn og foreldur . Børnini skulu fáa møguleika at kunna seg við umhvørvið og starvið í skúlanum, og havast skal í huga, at seinasta árið í dagstovninum og fyrsta árið í skúlanum hava stóran týdning fyri lívlongu læruna hjá børnunum . Læra og uppaling í skúlanum byggja á tær royndir, sum børnini hava fyri at skapa teimum tryggleika og nýggjar lærumøguleikar . Tað, sum børnini hava fingist við heima og í dagstovninum, eigur at vera grundarlagið, sum fólkaskúlin og frítíðarskúlin byggja sítt virksemi á . Dagstovnurin skal stuðla barninum, so tað fær ein góðan gróðrarbotn fyri framhaldandi mentan og menning í frítíðarskúla og fólkaskúla . Tá tíðin nærkast, at barnið skal byrja í frítíðarskúla og fólka skúla, hevur dagstovnurin eina serliga skyldu at leggja eina lagaliga ætlan fyri skiftinum til rættis . Ætlanin eigur at vera ein partur av ársætlanini hjá bæði dagstovni, frítíðarskúla og skúla . Hon skal taka støði í at gera tað forvitnisligt og áhugavert fyri barnið at fara í frítíðarskúla og fólkaskúla, og eigur hon at vera løgd soleiðis til rættis, 32 at børnini longu frá fyrsta skúladegi fáa so góðar lærumøguleikar, læruumstøður og menningar og mentanarmøguleikar sum til ber . í ætlanini skal greiðast frá, hvussu samstarvið og skiftið millum dagstovn, frítíðarskúla og fólkaskúla skulu skipast, so skiftið hjá barninum verður so lagaligt sum gjørligt . Starvsfólk í dagstovni, frí tíðarskúla og fólkaskúla eiga at samstarva og kunna hvønn annan um hugsjónarligt innihald og starvshættir hjá hvørjum øðrum . í samstarvinum um skiftið er tað barnið, sum hevur størstan týdn ing . Øll tiltøk, sum vera sett í verk fyri at lætta um yvirgongdina, skulu taka støði í tí, sum er best fyri barnið . Dagstovnurin, frítíð arskúlin og skúlin hava felags ábyrgd av, at børnini møta tí ókenda við forvitni og við áliti á egnar fortreytir og førleikar, og eiga at hugsa um, hvussu tey kunnu lætta um allar tær broytingar, sum vera í lívinum hjá børnunum, tá ið tey fara í skúla, bæði viðvíkjandi læru og skúlalívi í síni heild . Børn eiga á ein góðan hátt at fáa høvi til at siga farvæl við dagstovnin og at fáa høvi at taka samanum dagstovnatíðina . Arbeiðið eigur at leggjast soleiðis til rættis, at børnini gleða seg at byrja í skúlanum, og at tey uppliva ein samanhang millum dagstovn, frítíðarskúla og skúla . Persónsupplýsingar í nøkrum førum kann tað vera gott fyri menningar og lærumøgu leikarnar hjá børnum, at dagstovnurin letur upplýsingar um tað einstaka barnið víðari til skúlan . Men tað er bert í heilt serstøkum førum, at upplýsingar um børn kunnu latast víðari . Upplýsingar kunnu bert fara víðari, um foreldrini veita samtykki fyri hesum, og foreldur og børn skulu hava innlit og ávirkan á tær upplýsingar, sum verða lætnar skúlanum . Upplýsingarnir skulu leggja dent á førleikarnar hjá børnunum, á tað, sum børnini duga og megna, og hvat tey skulu hava serligan stuðul til . Málsviðgerð skal samsvara við galdandi lóggávu um persónsvernd . Fyri børn, sum hava rætt til serligt tillagað umsorgar og læru umhvørvi, hevur eitt tætt samstarv millum dagstovn, frítíðarskúla, NOTUR 33 NOTUR skúla og foreldur stóran týdning . Um tað er neyðugt við stórari og umfatandi tilrættisleggjing, má samstarvið fáast í lag í góðari tíð . 34 Dagstovnalógin Nr. 67 10. mai 2000 Løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006 Hendan lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser pá Færøerne". § 1. Løgtingslógin fevnir um virksemi á dagstovnum og dagrøktum, sum í samráð við foreldraráðið virkar fyri uppaling og menning av børnum sambært fullgóðari námsfrøðiligari stevnu. Endamál § 2. Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum og dagrøktini er: - - - - - - við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling, at menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði, at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag, at menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti til at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði, sjálvskenslu og evni til at taka sær av egnum viðurskiftum á ein friðarligan og samstarvandi hátt, at tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika, í samstarvi við heimini at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning í tøttum samspæli við náttúruna. Stk. 2. Landsstýrismaðurin veitir kommununum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum. Uppgávur § 3. Kommunan kann geva børnum, sum búgva í kommununi, tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt og hevur ábyrgdina fyri virkseminum. Dagstovnur sambært hesi lóg er vøggustova, barnagarður, frítíðarheim o.a. Dagrøkt sambært hesi lóg er ansing av børnum í heiminum og á spælistovum. Stk. 2. Dagstovnar og dagrøktir hava opið gerandisdagar í dagtímunum, men kommunan kann eftir tilmæli frá barnaverndarnevndini geva loyvi til, at dagstovnar kunnu hava opið alt samdøgrið ella í vikuskiftunum Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um námsfrøðiliga stevnumiðið, starvsfólkasamanseting og virksemið á dagstovnum og dagrøktum. § 4. Foreldur ella verji at børnum søkja um dagstovna ella dagrøktarpláss í tí kommunu, har barnið er skrásett búgvandi. Kommunan kann tó loyva barni pláss, sum ikki er skrásett í kommununi. Stk. 2. Kommunurnar gera upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum. § 5. 1) Børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi, sambært § 3. Stk. 2. Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð. Stk. 3. í ivamálum um tilboð skal veitast sambært hesi lóg, skal málið ávísast víðari til Almannastovuna, ið tekur avgerð. Gjald 35 onnur børn, sum búgva í kommununi, sambært § 3. Stk. 2. Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð. Stk. 3. í ivamálum um tilboð skal veitast sambært hesi lóg, skal málið ávísast víðari til Almannastovuna, ið tekur avgerð. Gjald § 6. Avvarðandi kommuna og foreldur rinda tær útreiðslur, sum standast av virkseminum sambært hesi lóg. Foreldragjaldið skal tó í mesta lagi vera 30% av rakstrarútreiðslunum. Stk. 2. Húsaútreiðslur verða rindaðar av kommununi. Stk. 3. Kommunan kann í samband við góðkenning av skipan sambært § 7, stk. 2, víkja frá gjaldsásetingini sambært hesi grein. Stk. 4. 1) Serligar útreiðslur, ið standast av tilboðum sambært § 5, stk. 1 og 2, verða rindaðar av kommununi. Hesar útreiðslur ávirka ikki foreldragjaldið sambært stk. 1, 2. pkt. 2) § 6a. Fíggjarligt frípláss, antin fult ella partvíst, kann veitast foreldrum, ið ikki sjálvi megna at rinda útreiðslurnar sambært hesi lóg. útreiðslur fyri fíggjarligt frípláss verða rindaðar av avvarðandi kommunum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fíggjarligt fríplásss aftaná at hava ráðført seg við kommunurnar. Stovnan av dagstovni og dagrøkt § 7. Dagstovnar og dagrøktir kunnu stovnsetast av kommununi sbr. hesi løgtingslóg. Landsstýrismaðurin skal kunnast um stovnsetanina. Stk. 2. Kommunan kann geva øðrum t.d. fyritøkum og stovnum loyvi til at stovnseta dagstovn treytað av, at allar ásetingar í hesi lóg verða fylgdar. Stk. 3. áðrenn stovnsetan av dagstovnum og dagrøktum skal kommunan hava góðkenning frá neyðugum myndugleikum sambært aðrari lóggávu. § 8. Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við námsfrøðiligari útbúgving. Leiðari fyri sjálvsognarstovn verður settur av nevndini fyri stovnin. Starvið skal lýsast leyst alment. Stk. 2 í serligum førum kann kommunan í tíðaravmarkað skeið víkja frá kravinum um, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur, sum heimila kommununum í heilt serligum førum at geva varandi undantaksloyvi frá útbúgvingarkravinum. Stk. 3. Kommunan setir onnur fólk í starv eftir tilmæli frá leiðaranum. Størvini skulu lýsast leys alment. Stk 4. Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar. í serligum førum kann landsstýrismaðurin víkja frá hesum kravi. § 9. Fyri hvønn dagstovn og hvørja dagrøktarskipan, tó ikki sjálvsognarstovnar, skal veljast eitt foreldraráð, sum gevur leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa. Stk. 2. Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett. Stk. 3. í ráðnum skulu vera 3 - 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur. Stk. 4. Ráðið skal vera umboðað av foreldrum sum hava børn á dagstovnunum ella í dagrøktarskipanini. Stk. 5. Kommunan ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins. Eftirlit § 10. Kommunurnar hava eftirlit við dagstovnum og dagrøktum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir sambært hesi lóg. Stk. 3. Kommunan ella landsstýrismaðurin kann steðga virkseminum á einum dagstovni ella dagrøkt, 36 um krøvini í lógini ikki verða hildin. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um eftirlit. Kærumøguleiki § 11. Avgerðir, tiknar av kommununi sambært hesi lóg, kunnu kærast til landsstýrismannin. Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur skrivliga fingið fráboðan um avgerðina. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann víkja frá kærufreistini, um serligar umstøður gera seg galdandi. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 verður løgd til eina kærunevnd. Gildiskoma og skiftisreglur § 12. Hendan løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juli 2000. Stk. 2. Dagstovnar og dagrøktir, sum sett eru á stovn sambært § 32 í barnaforsorgarlógini, halda fram og verða rikin sambært hesi lóg. Tórshavn, 10. mai 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður 1) Broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2005, har § 2 er soljóðandi: "Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2006. Stk. 2. ásetingin í § 6, stk. 4 verður galdandi frá 1. januar 2006, tó við tilvísing til ásetingina í § 17, stk. 2 í lóg um almenna forsorg viðvíkjandi børnum við serligum tørvi, ið hava ella fáa ansing í kommunalari ansingarskipan, inntil 31. mars 2006. Peningurin, ið Almannastovan leggur út fyri kommunurnar í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. mars 2006, verður afturhildin umvegis Føroya Gjaldstovu. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006, har § 2 er soljóðandi: "Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2006." Námsætlan til fólkaskúla: Føroyskt 1-10 Seinast broytt:  23. feb 2017 Viðmerking:  Tíðarkarmarnir um skrivligu próvtøkuna eru gjørdir greiðari 1. Samleiki Lærugreinin føroyskt tekur støði í næminginum í síni heild, varðar um vitbornu evnini, eins og tey kensluligu og sosialu. Lærugreinin er miðdepil í søgu- og nútíðarhøpi, eins og í føroyskum og altjóða samanheingi. Við at síggja móðurmálið og mentanina í einum søguligum og tjóðarligum høpi, fær næmingurin innlit í og verður tilvitaður um føroyska samfelagið. Altjóða perspektiv í føroyskum er við til at menna mentanarfatan, tolsemi og virðing fyri fólki úr øðrum mentanum. Kjarnin í lærugreinini byggir á eitt breitt úrval av føroyskum tekstum, bæði munnligum, skrivligum og samansettum tekstum, har samspæl er millum skrift, ljóð og mynd. Lærugreinin byggir sostatt á víðkaða teksthugtakið, har omanfyri nevndu teksthugtøk eru umboðað. 2. Endamál Undirvísingin í føroyskum hevur til endamáls, at næmingurin: mennir sínar lesi- og skriviførleikar umframt síni samskiftisevni ognar sær vitan um føroyskar bókmentir, umframt innlit í norðurlendskar og alheims bókmentir skapar sær eina heildarfatan av føroyskum máli og málrøkt, bæði í samtíðini og í søguligum høpi verður tilvitin um málið sum samskiftisamboð og samskiftismiðil verður tilvitin um málsligt fjølbroytni og stíllegur mennir góðar og hóskandi arbeiðsvanar, læringarhættir og vandna og kritiska hugsan mennir síni skapandi evni mennir sín samleika við sjálvsáliti og tryggleika í egnari mentan fyri eyga mennir sína virðing og sítt tolsemi fyri øðrum mentanum mennir síni vitbornu, kensluligu og felagsligu evni fær lagt støði undir lívslanga læring, umhugsni og virkni í samfelagsligum høpi. 3. Stig og tímatal Undirvísingin í føroyskum fevnir um øll árini í fólkaskúlanum, frá 1. til 10. flokk. Klokkutímatalið, undirvíst verður, er í 1. og 2. flokki 330 á hvørjum floksstigi, 270 í 3. flokki, 180 í 4., 5. og 6. flokki, 150 í 7., 8. og 9. flokki og 120 klokkutímar í 10. flokki. Stig 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Klokkutímatal 330 330 270 180 180 180 150 150 150 120 4. Øki Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum. Kjarnaøki Lærugreinin føroyskt hevur 4 ymisk kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini: Stig Kjarnaøki 1-10 Talaða málið Skrivaða málið Samansettir tekstir Málkunnleiki Talaða málið Kjarnaøkið talaða málið snýr seg um at koma til orðanna, at lurta og at rannsaka talaða málið. At samskifta væl og skiljandi og at duga at lýða á eru avgerandi felagsligir og mentanarligir førleikar. Støðan, samskift verður í, skapar karm um samskiftisháttin. Undirvísingin skal tí fevna um ymisk tekstsløg, sum hvørt á sín hátt skulu styrkja fatanina av ymiskum munnligum samskiftisháttum og av leiklutum teirra samskiftandi.  Arbeitt verður við kjakmentan, mállæru, samskifti og próvførslu. Skrivaða málið Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um at lesa og skriva føroyskt. At lesa og skriva eru javnskipaðar lærutilgongdir, har næmingurin mennir skriviførleikan við at lesa og lesiførleikan við at skriva. Hugur næmingsins at lesa og skriva skal stimbrast og somuleiðis tilvitan hansara um lesi- og skrivitilgongdina. Arbeitt verður á støðugt hækkandi torleikastigi í mállæru og rættskriving og samvirkanini millum snið, innihald og ætlan við einum teksti. Harumframt verða grundleggjandi bókmentafrøðilig hugtøk og háttaløg viðgjørd virkisliga. Tekstatilfarið myndar eitt fjølbroytt úrval av fagur- og yrkisbókmentum, ið umboða ymisk bókmentarák og tíðarskeið í føroyskari bókmentasøgu, sett í samband við norðurlendskar og aðrar heimsbókmentir. Arbeitt verður við hugtøkini at greina tekst, at meta um og tulka tekst, umframt at seta tekst í frásjón. Tekstatilfarið eigur í mest møguligan mun at verða lisið á føroyskum máli. Samansettir tekstir Kjarnaøkið samansettir tekstir snýr seg bæði um at lesa og at skapa tekstir. Samansettir tekstir sipar til víðkaða tekstahugtakið, har tekstir kunnu vera settir saman av t.d. skrift, ljóði og myndum. Arbeitt verður við ymiskum framsagnarháttum, samsvarandi tí tekstaslag, talan er um. Tekstatilfarið fevnir m.a. um myndir, teknisøgur, ymiskar tíðinda-, kjak- og heimildartekstir, yrkistekstir, lýsingartekstir, netsíður, filmar, leikir og songtekstir. Málkunnleiki Kjarnaøkið málkunnleiki fevnir um mállæru, málsøgu og málrøkt. Næmingurin fær innlit í málið sum skipan og tilknýti tess til mentan og samleika. Arbeitt verður á støðugt hækkandi torleikastøði í grundleggjandi mállæru, og arbeitt verður eisini við málrøktarspurningum. Føroysk málsøga frá norrønari tíð til nútíðina verður viðgjørd, og í hesum høpi verður eisini komið inn á norðurlendska málfelagsskapin. í samband við norðurlendska málfelagsskapin verður arbeitt við norðurlendskum tekstum á upprunamáli, umboðandi ymisk tekstsløg, so næmingurin bæði hoyrir og lesur norðurlendsku málini. ískoytisøki ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum. 5. Førleikamál í lærugreinini føroyskum eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar. Støðisførleikar Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir. í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. í øllum lærugreinum skal næmingurin læra: at virða at samskifta at kanna at skapa At virða At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er. Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna føroyskt mál sum samskiftismiðil og sum mentanar- og vitanarbera. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, har ímillum teir sáttmálar, ið Sameindu Tjóðir hava samtykt í sambandi við barnarættindi og mannarættindi annars. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu. At samskifta At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin føroyskt hevur høvuðsleiklutin í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna. Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. á 2. floksstigi skal næmingurin duga bæði at lesa og skriva lættari tekstir. Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í føroyskum sín avgerandi lut í hesi menning. Førleikin at nýta tøknilig amboð er í føroyskum at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni. Við venjingum skal næmingurin á 2. floksstigi duga at nýta teldu til tekstframleiðslu og sum leitingaramboð. At kanna At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig. Førleikin at kanna snýr seg í føroyskum um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og bókmentir. Frá 1. floksstigi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mál- og bókmentafrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt, og harvið virða meginreglurnar fyri upphavsrætt. At skapa Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd. Førleikin at skapa snýr seg í føroyskum um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu bókmentalig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og mentan. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum. Fakligir førleikar Føroyskt hevur ávegismál fyri 2., 4. og 6. floksstig og endalig mál fyri 9. og 10. floksstig. ávegismálini eru vegleiðandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk. Um endaligu málini verða eftirmett við próvtøku, eru tey bindandi. 2. floksstig Talaða málið Næmingurin dugir at lurta, tá ið talað verður at lurta eftir søgum og sagnum at royna seg við rími, rútmu, sangi, kvøðing og øðrum at seta orð á egnar kenslur og hugsanir at brúka kropsmál og rødd at samskifta við at nýta málið sum amboð í samrøðu, samstarvi, bókaframløgu, smáverkætlan og leiki at nýta málið sum vitanarbera og sum miðil í loysn á trupulleikum og í undirhaldi. Skrivaða málið Næmingurin dugir at lesa upp og at lesa innantanna at lesa ymisk tekstsløg, ið hóska til aldurin at tosa um innihald og snið í lættari tekstum at skriva lesilig orð við hond at skriva upplivingar sum stuttar søgur at skriva frágreiðandi og í tíðarrøð at umhugsa og endurskoða tað skrivaða at stava tey vanligastu orðini rætt at brúka aldurshóskandi handbøkur og orðabøkur at nýta telduna sum amboð. Samansettir tekstir Næmingurin dugir at tosa um, hvussu orð og mynd virka saman í myndabókum og øðrum myndamiðlum at arbeiða skapandi við orðatilfari, ljóði, myndum og tekningum í sambandi við lesing, skriving og tekning. Málkunnleiki Næmingurin dugir at flokka orð í orðaflokkarnar: navnorð, sagnorð og lýsingarorð at skilja ímillum eintal og fleirtal at skilja ímillum nútíð og tátíð. 4. floksstig Talaða málið Næmingurin dugir at lurta og spyrja um tað, ið sagt verður frá at fata samskifti í mun til boðbera, móttakara, miðil og støðu. Skrivaða málið Næmingurin dugir at lesa hart og endurgeva egnan og annans tekst at tekna, svara skrivligum spurningum ella á annan hátt vísa, at tað lisna er skilt at finna høvuðsinnihaldið í yrkis- og fagurbókmentaligum tekstum at skilja høvuðstættirnar í skaldskapi av mannamunni at gera skrivligar viðmerkingar til tað, hann hevur sæð, hoyrt ella lisið at skriva orð og styttri setningar við skilligari handskrift at nýta fjølbroytt orðatilfeingi at leita fram tilfar á bókasavni og interneti at nýta orðabøkur og handbøkur, bæði prentaðar og teldutøkar at brúka rættstavara á teldu, soleiðis at stavað verður rætt at nýta teldu sum amboð og leita fram upplýsingar. Samansettir tekstir Næmingurin dugir at tosa um fagurfrøðiliga leiklutin og endamálið við samansettum tekstum at skapa eina samanhangandi frásøgn við at seta saman orð, ljóð og mynd. Málkunnleiki Næmingurin dugir at brúka orðabøkur til at flokka orð í allar orðaflokkar, og at benda navnorð, sagnorð og lýsingarorð grundleggjandi orðalagslæru, t.e. grundlið, umsøgn og ávirki at seta punktum og komma millum einfaldar setningar. 6. floksstig Talaða málið Næmingurin dugir at nýta talumálið klárt og skilliga í t.d. kjaki, samrøðu, framløgu, verkætlan og leiki at fata og lýsa samskifti í mun til boðbera, móttakara, miðil og støðu at lurta virkin og seta greinandi og metandi spurningar. Skrivaða málið Næmingurin dugir at skilja og greina ymiskar tekstir við grundleggjandi bókmentafrøðiligum hugtøkum at skilja og greina høvuðstættirnar í skaldskapi av mannamunni ymiskar lesihættir sum t.d. at snarlesa, nærlesa, punktlesa og vísa, at tað lisna er skilt at gera metingar og niðurstøður av tí, hann hevur sæð, hoyrt ella lisið at skriva sjálvstøðugt og málsliga rætt við fjølbroyttum orðatilfeingi at skriva tekstbrot við skilligari og stinnari handskrift at nýta tekstviðgerðarforrit at nýta orðabøkur og handbøkur, bæði prentaðar og teldutøkar at brúka rættstavara á teldu, so at stavað verður rætt at nýta teldu sum amboð og leita fram upplýsingar at skriva blindskrift við teldu. Samansettir tekstir Næmingurin dugir at skilja og greina ymiskar samansettar tekstir at tosa um ymiskar málsligar stíllegur í sambandi við samansettar tekstir, so sum sms- og kjattmál at skapa eina samanhangandi frásøgn við at seta saman orð, ljóð og mynd. Málkunnleiki Næmingurin dugir at brúka orðabøkur til rætta málnýtslu, so sum bendingar og samansetingar av orðum orðalagslæru og at greina setningar at seta tekn at síggja staðbundnan málføramun í føroyskum at vísa á kunnleika til norðurlendsku grannamál okkara, serliga norskt og íslendskt, bæði í talu og á skrift. 9. floksstig Talaða málið Næmingurin dugir at nýta talumálið skilliga og málsliga rætt í t.d. kjaki, samrøðu, framløgu, verkætlan og leiki at meta um og lýsa samskifti í mun til boðbera, móttakara, miðil og støðu at meta um munnligar framløgur hjá sær sjálvum og øðrum. Skrivaða málið Næmingurin dugir grundleggjandi greining og tulking av ymiskum tekstsløgum, umframt at seta tekst í frásjón grundleggjandi greining av skaldskapi av mannamunni at tillaga lesihættir til lesiendamál, tekstslag og miðil, umframt at nýta ymiskar strategiir viðvíkjandi lesifatan at meta um skrivlig avrik og framløgur hjá sær sjálvum og øðrum at skriva ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg at skriva frásøgukent, gera viðmerkingar og grundgeva at orða seg málsliga rætt og greitt í ymiskum málsligum stíllegum við fjølbroyttum orðatilfeingi at nýta orðabøkur, rættstavara og leitiskipanir á teldu at nýta tekstviðgerð og framløguforrit. Samansettir tekstir Næmingurin dugir grundleggjandi greining og tulking av ymiskum samansettum tekstum at grundgeva fyri egnari nýtslu av miðlum at greiða frá og nýta í verki ymiskar málsligar stíllegur í samansettum tekstum, so sum sms- og kjattmál at nýta ymiskar miðlar, keldur og fagurfrøðilig amboð í egnum tekstum. Málkunnleiki Næmingurin dugir at vísa á grundleggjandi innlit í føroysku málskipanina at vísa á staðbundnan málføramun í føroyskum at vísa á innlit í føroyska málsøgu í høvuðsheitum at vísa á málskyldskap við hini norðurlendsku málini, serliga norskt og íslendskt at vísa á kunnleika til norðurlendsku grannamál okkara, serliga norskt og íslendskt, bæði í talu og á skrift. 10. floksstig Talaða málið Næmingurin dugir at tosa greitt og skilliga, at kjakast og duga at leggja fram á einum málsliga rættum, beinraknum og fjølbroyttum máli at meta og greina samskifti í mun til boðbera, móttakara, miðil og støðu. Skrivaða málið Næmingurin dugir gjølliga greining og tulking av ymiskum tekstsløgum, umframt at seta tekst í frásjón gjølliga greining av skaldskapi av mannamunni at tillaga lesihættir til lesiendamál, tekstslag og miðil, umframt at nýta ymiskar strategiir viðvíkjandi lesifatan at meta um skrivlig avrik og framløgur hjá sær sjálvum og øðrum at skriva ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg at orða seg málsliga rætt og greitt í ymiskum málsligum stíllegum við fjølbroyttum orðatilfeingi at nýta orðabøkur, rættstavara og leitiskipanir á teldu at nýta tekstviðgerð og framløguforrit. Samansettir tekstir Næmingurin dugir gjølliga greining og tulking av ymiskum samansettum tekstum at grundgeva fyri egnari nýtslu av miðlum at greina og nýta í verki ymiskar málsligar stíllegur í samansettum tekstum, so sum sms- og kjattmál at greiða frá og nýta ymiskar miðlar, keldur og fagurfrøðilig amboð í egnum tekstum. Málkunnleiki Næmingurin dugir at greiða frá og vísa grundleggjandi innlit í føroysku málskipanina at greiða frá staðbundnum málføramuni í føroyskum at greiða frá føroyskari málsøgu í høvuðsheitum at greiða frá málskyldskapi við hini norðurlendsku málini, serliga norskt og íslendskt at vísa á kunnleika til norðurlendsku grannamál okkara, serliga norskt og íslendskt, bæði í talu og á skrift. 6. Eftirmeting og próvtøka 9. floksstig Eftirmetingar Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir og royndir. í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslagið og arbeiðssemið hjá næminginum eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini. Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga. Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum. Próvtøkuhættir Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka. Til munnligu próvtøkuna gera lærari og skúlaleiðsla av, hvørt flokkur fer til munnliga próvtøku sambært próvtøkuhátti A ella próvtøkuhátti B, synopsypróvtøkuháttinum. Skrivlig próvtøka Skrivliga próvtøkan fevnir um máluppgávu og framseting. Máluppgávan fevnir um staviførleika, málførleika og lesifatan. Tíðarkarmarnir fyri royndirnar eru hesir: Máluppgáva 90 minuttir Framseting 3,5 tímar Uppgávurnar verða settar við støði í kjarnaøkjunum í lærugreinini! Næmingur kann leita sær hjálp á internetinum, í lærubókum, uppgávum og øðrum lærutilfari. Næmingi er ikki loyvt at samskifta við onnur enn umsjónarfólk, sum eru stødd í hølinum. Skúlastjórin kann bjóða serligar próvtøkutreytir til næming við skerdum virkisførleika, tíðarkarmurin til royndina kann tá tó í mesta lagi verða øktur við 1/3 av tíðini. Eitt samlað próvtal verður givið fyri staviførleika, málførleika og lesifatan, har hvør parturin telur 1/3. Eiitt próvtal verður givið fyri framseting. Munnlig próvtøka í seinasta lagi 1. oktober taka lærari og leiðsla skúlans avgerð um, hvørt flokkur til munnligu próvtøkuna árið eftir fer til próvtøku sambært próvtøkuhátti A ella B. Undirvísingin í lærugreinini verður skipað og løgd til rættis samsvarandi tí próvtøkuhátti, sum verður valdur. Próvtøkuháttur A Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing. Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytiøkjum, sum hava verið viðgjørd í 8. og 9. flokki. Próvhoyringin fevnir um framløgu próvtakarans, upplestur og fakliga samtalu millum próvtakara og próvhoyrara. Samtalan tekur støði í framløgu og viðgerð próvtakarans av tilfari, sum er knýtt at próvtøkuspurninginum, og sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Próvtakarin verður próvhoyrdur í lisnum og ólisnum tilfari, sum kann fevna um styttri tekstir, brot úr størri bókmentaverki ella onnur tekstsløg (filmar, myndir o.s.fr.). Høvuðsdenturin í próvhoyringini verður lagdur á ólisna próvtøkutilfarið. At lesa upp velur næmingurin eitt brot úr próvtøkuupplegginum, ið svarar til uml. 1/3 ns. Er próvtøkuuppleggið annað tekstslag enn skrivaður tekstur, velur lærarin ein tekst til næmingin at lesa upp. Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini. Dømingargrundarlag í sambandi við at próvtøkuháttur A verður nýttur Próvhoyrt verður í lisnum og ólisnum tilfari, og ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 8. og 9. flokki. Lisna tilfarið, ið er próvtøkugrundarlag undir munnligu próvtøkuni, fevnir um 80-100 ns av styttri tekstum á bundnum máli, óbundnum máli og yrkisbókmentum. Tekstirnir skulu vera bæði av eldri og yngri uppruna, og skulu í síni heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað. Harumframt verða til próvtøku givin upp tvey ritverk, har annað skal vera føroyskt upprunaverk, t.d. skaldsøga, yrkingasavn, eitt langt kvæði, leikrit ella eitt yrkisrit.. Lisna og ólisna tilfarið skulu vera skyld í evni, tíðarhøpi ella tekstslag. ólisna tilfarið, sum er umleið 3 normalsíður ella samsvarandi tí, skal greinast og tulkast. Ein normalsíða er 1300 bókstavir. Lisna tilfarið verður brúkt til at seta ólisna tilfarið í samanhang. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurninginum. Próvtakarin skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón. Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans. í metingini skal størri denturin verða lagdur á evni próvtakarans at viðgera ólisna tilfarið. Próvtøkuháttur B synopsupróvtøkuháttur Próvtøkuháttur B er synopsupróvtøkuhátturin, har næmingurin fer í dýpdina við evninum, áðrenn farið verður upp til próvtøku. Fakligu økini í próvtøkuhátti B eru tey somu sum í próvtøkuhátti A, men tilgongdin er øðrvísi, t.e. val av tilfari í sambandi við próvtøkuna og fyrireikingin til próvtøkuna. Munnliga próvtøkan varir 24 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er. Próvhoyringin verður skipað við framløgu, upplestri og samrøðu millum próvtakara og próvhoyrara/próvdómara. í framløguni skal próvtakarin lýsa arbeiðið og arbeiðstilgongdina. At lesa upp hevur próvtakarin valt eitt tekstbrot, ið svarar til uml. 1/3 normalsíðu. Er próvtøkuuppleggið annað tekstslag enn skrivaður tekstur, velur próvtakarin tekstbrot úr einum prosateksti at lesa upp. Próvhoyringin tekur støði í framløgu próvtakarans av próvtøkutekstinum og í fakligari samtalu millum próvhoyrara og próvtakara. Dømingargrundarlag í sambandi við at próvtøkuháttur B verður nýttur Próvhoyrt verður í lisnum og ólisnum tilfari, og ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 8. og 9. flokki. Lisna tilfarið, ið er próvtøkugrundarlag undir munnligu próvtøkuni, fevnir um um 80-100 ns av styttri tekstum á bundnum og óbundnum máli, umframt yrkisbókmentum. Tekstirnir skulu vera bæði av eldri og yngri uppruna, og skulu í síni heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað. Harumframt verða til próvtøku givin upp tvey ritverk, har tað eina skal vera føroysk upprunaverk, t.d. skaldsøga, yrkingasavn, leikrit, eitt langt kvæði ella eitt yrkisrit. Lisna tilfarið, og tilfarið, sum næmingurin sjálvur hevur valt at arbeiða við til próvtøkuna, skulu vera skyld í evni, tíðarhøpi ella tekstslag. Sjálvvalda tilfarið, sum kann vera 3-10 ns ella samsvarandi tí, skal greinast og tulkast. Ein normalsíða er 1300 bókstavir. Lisna tilfarið verður brúkt til at seta ólisna tilfarið í samanhang. í metingini av synopsu próvtakarans verður hugt eftir, hvussu væl synopsan er skipað, eitt nú við atliti at greidleika, innihaldi, málburði, keldulista, stav- og teknseting. í metingini av munnligu framløguni verður dentur lagdur á greiðan málburð, fjølbroytta og trygga nýtslu av viðkomandi hugtøkum, at framløgan er samanhangandi og at upplesturin er greiður og flótandi og vísir persónligu fatan próvtakarans av tí lisna. í samlaðu metingini verður dentur lagdur á evni próvtakarans at tulka tekst, meta um hann og at seta hann í frásjón, umframt evnini at lýsa samspælið millum mál, innihald, tekstslag og høpi. Eisini verður mett um greinandi førleikar próvtakarans í sambandi við bókmentir og onnur tekstsløg. Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans. í metingini verður størri denturin lagdur á munnligu framløgu próvtakarans. Próvtalslýsingar Føroyskt skrivligt í 9. flokki Próvtal Heiti Lýsing 12 Framúr gott Málburðurin er smidligur, fjølbroyttur og rættur við ongum ella bert fáum týdningarleysum villum. Næmingurin er kunnigur við tekstslag, heldur seg til evnið og byggir avrikið skilvíst upp. Næmingurin handfer bæði stavseting og teknseting á tryggan hátt. Innihaldið er ríkt og sera væl skipað, bæði í mun til innihald og tekstslag. Onkur smávegis, men týdningarleys lýti kunnu koma fyri. 7 Gott Málburðurin er skilligur, tó við fleiri villum. Næmingurin er sum heild kunnigur við tekstslag. Næmingurin handfer stavseting, teknseting og setningsbygnað á hampiliga tryggan hátt. Innihaldið er hampiliga væl skipað, bæði í mun til innihald og tekstslag. Onkur lýti kunnu koma fyri. 02 Nøktandi Málburðurin er heldur veikur við fleiri sjónskum villum. Kunnleikin til tekstsløg er ivasamur. Næmingurin er heldur trilvandi, tá ið tað snýr seg um stavseting, teknseting og setningsbygnað. Próvførslan er grunn, og avrikið er illa bygt upp. Næmingurin viðger evnið harumframt tekstin sera trilvandi, men tó á nóg góðan hátt. Næmingurin hevur lítið innlit í lærugreinina og hevur heldur ikki tak á háttalagi. Megnar illa at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Føroyskt munnligt í 9. flokki, tá ið próvtøkuháttur A verður nýttur Próvtal Heiti Lýsing 12 Framúr gott Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt, tulkingin er sera væl grundað við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Framløgan er væl skipað. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri 7 Gott Munnliga framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at føroysklærugreinini, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur lýti koma fyri. 02 Nøktandi Munnliga framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men  málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið. Evnini at síggja sambond millum mál, innihald og tekstslag eru veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni. Týðandi lýti koma fyri. Føroyskt munnligt í 9. flokki, tá ið próvtøkuháttur B verður nýttur Próvtal Heiti Lýsing 12 Framúr gott Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt, tulkingin er sera væl grundað við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Synopsan er framúr væl skipað og orðað, og próvtakarin evnar greidliga at taka fram týðandi tættir í tilfarinum og seta teir í sambandi við tættir í hugdýpingarøkinum. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri 7 Gott Munnliga framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at føroysklærugreinini, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig. Synopsan væl skipað og orðað, og próvtakarin evnar at taka fram tættir í tilfarinum og seta teir í sambandi við tættir í hugdýpingarøkinum. Onkur lýti koma fyri. 02 Nøktandi Munnliga framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men  málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið. Evnini at síggja sambond millum mál, innihald og tekstslag eru veik. Synopsan er heldur veikt orðað og skipað, og próvtakarin evnar so dánt at taka fram  tættir í tilfarinum og seta teir í sambandi við tættir í hugdýpingarøkinum. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni. Týðandi lýti koma fyri. 10. floksstig Eftirmetingar Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanningar, testir og royndir. í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslagið og arbeiðssemið hjá næminginum eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini. Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga. Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum. Próvtøkuhættir Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka. Til munnligu próvtøkuna gera lærari og skúlaleiðsla av, hvørt flokkur fer til munnliga próvtøku sambært próvtøkuhátti A ella próvtøkuhátti B, synopsypróvtøkuháttinum. Skrivlig próvtøka Skrivliga próvtøkan er ein uppgáva í framseting. Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar, og uppgávurnar í upptøkuraðnum verða settar í kjarnaøkjum í lærugreinini. Loyvt er at nýta hjálparmiðlar. Dømingargrundarlag í sambandi við skrivligu próvtøkuna í dømingini av framsetingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal duga at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, skipa svarið miðvíst, síggja próvtøkutilfarið í frásjón og orða seg rætt, fimt og fjølbroytt. Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans í framseting. Munnlig próvtøka í seinasta lagi 1. oktober taka lærari og leiðsla skúlans avgerð um, hvørt flokkur til munnligu próvtøkuna árið eftir fer til próvtøku sambært próvtøkuhátti A ella B. Undirvísingin í lærugreinini verður skipað og løgd til rættis samsvarandi tí próvtøkuhátti, sum verður valdur. Próvtøkuháttur A Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing. Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytiøkjum, sum hava verið viðgjørd í 10. flokki. Próvhoyringin fevnir um framløgu próvtakarans, upplestur og fakliga samtalu millum próvtakara og próvhoyrara. Samtalan tekur støði í framløgu og viðgerð próvtakarans av tilfari, sum er knýtt at próvtøkuspurninginum, og sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Próvtakarin verður próvhoyrdur í lisnum og ólisnum tilfari, sum kann fevna um styttri tekstir, brot úr størri bókmentaverki ella onnur tekstsløg (filmar, myndir o.s.fr.). Høvuðsdenturin í próvhoyringini verður lagdur á ólisna próvtøkutilfarið. At lesa upp velur næmingurin eitt brot úr próvtøkuupplegginum, ið svarar til umleið 1/3 ns. Er próvtøkuuppleggið annað tekstslag enn skrivaður tekstur, velur lærarin ein tekst til næmingin at lesa upp. Dømingargrundarlag í sambandi við at próvtøkuháttur A verður nýttur Próvhoyrt verður í lisnum og ólisnum tilfari, og ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 10. flokki. Lisna tilfarið, ið er próvtøkugrundarlag undir munnligu próvtøkuni, fevnir um 100-120 ns av styttri tekstum á bundnum máli, óbundnum máli og yrkisbókmentum. Tekstirnir skulu vera bæði av eldri og yngri uppruna, og skulu í síni heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað. Harumframt verða til próvtøku givin upp tvey ritverk, har annað skal vera føroyskt upprunaverk, t.d. skaldsøga, yrkingasavn, leikrit, eitt langt kvæði ella eitt yrkisrit.. Lisna og ólisna tilfarið skulu vera skyld í evni, tíðarhøpi ella tekstslag. ólisna tilfarið, sum er umleið 4 normalsíður ella samsvarandi tí, skal greinast og tulkast. Ein normalsíða er 1300 bókstavir. Lisna tilfarið verður brúkt til at seta ólisna tilfarið í samanhang. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurninginum. Próvtakarin skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón. Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans. í metingini skal størri denturin verða lagdur á evni próvtakarans at viðgera ólisna tilfarið. Próvtøkuháttur B synopsupróvtøkuháttur Próvtøkuháttur B er synopsupróvtøkuhátturin, har næmingurin fer í dýpdina við evninum, áðrenn farið verður upp til próvtøku. Fakligu økini í próvtøkuhátti B eru tey somu sum í próvtøkuhátti A, men tilgongdin er øðrvísi, t.e. val av tilfari í sambandi við próvtøkuna og fyrireikingin til próvtøkuna. Munnliga próvtøkan varir 24 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er. Próvhoyringin verður skipað við framløgu, upplestri og samrøðu millum próvtakara og próvhoyrara/próvdómara. í framløguni skal próvtakarin lýsa arbeiðið og arbeiðstilgongdina. At lesa upp hevur próvtakarin valt eitt tekstbrot, ið svarar til uml. 1/3 normalsíðu. Er próvtøkuuppleggið annað tekstslag enn skrivaður tekstur, velur próvtakarin tekstbrot úr einum prosateksti at lesa upp. Próvhoyringin tekur støði í framløgu próvtakarans av próvtøkutekstinum og í fakligari samtalu millum próvhoyrara og próvtakara. Dømingargrundarlag í sambandi við at próvtøkuháttur B verður nýttur Próvhoyrt verður í lisnum og ólisnum tilfari, og ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 10. flokki. Lisna tilfarið, ið er próvtøkugrundarlag undir munnligu próvtøkuni, fevnir um um 100-120 ns av styttri tekstum á bundnum og óbundnum máli, umframt yrkisbókmentum. Tekstirnir skulu vera bæði av eldri og yngri uppruna, og skulu í síni heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað. Harumframt verða til próvtøku givin upp tvey ritverk, har tað eina skal vera føroysk upprunaverk, t.d. skaldsøga, yrkingasavn, leikrit, eitt langt kvæði ella eitt yrkisrit. Lisna tilfarið, og tilfarið, sum næmingurin sjálvur hevur valt at arbeiða við til próvtøkuna, skulu vera skyld í evni, tíðarhøpi ella tekstslag. Sjálvvalda tilfarið, sum kann vera 3-10 ns ella samsvarandi tí, skal greinast og tulkast. Ein normalsíða er 1300 bókstavir. Lisna tilfarið verður brúkt til at seta sjálvvalda tilfarið í samanhang. í metingini av synopsu próvtakarans verður hugt eftir, hvussu væl synopsan er skipað, eitt nú við atliti at greidleika, innihaldi, málburði, keldulista, stav- og teknseting. í metingini av munnligu framløguni verður dentur lagdur á greiðan málburð, fjølbroytta og trygga nýtslu av viðkomandi hugtøkum, at framløgan er samanhangandi og at upplesturin er greiður og flótandi og vísir persónligu fatan próvtakarans av tí lisna. í samlaðu metingini verður dentur lagdur á evni próvtakarans at tulka tekst, meta um hann og at seta hann í frásjón, umframt evnini at lýsa samspælið millum mál, innihald, tekstslag og høpi. Eisini verður mett um greinandi førleikar próvtakarans í sambandi við bókmentir og onnur tekstsløg. Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans. í metingini verður størri denturin lagdur á munnligu framløgu próvtakarans. Próvtalslýsingar Føroyskt skrivligt í 10. flokki Próvtal Heiti Lýsing 12 Framúr gott Málburðurin er smidligur, fjølbroyttur og rættur við ongum ella bert fáum týdningarleysum villum. Næmingurin er kunnigur við tekstslag, heldur seg til evnið og byggir avrikið skilvíst upp. Næmingurin handfer bæði stavseting og teknseting á tryggan hátt. Innihaldið er ríkt og sera væl skipað, bæði í mun til innihald og tekstslag. Onkur smávegis, men týdningarleys lýti kunnu koma fyri. 7 Gott Málburðurin er skilligur, tó við fleiri villum. Næmingurin er sum heild kunnigur við tekstslag. Næmingurin handfer stavseting, teknseting og setningsbygnað á hampiliga tryggan hátt. Innihaldið er hampiliga væl skipað, bæði í mun til innihald og tekstslag. Onkur lýti kunnu koma fyri. 02 Nøktandi Málburðurin er heldur veikur við fleiri sjónskum villum. Kunnleikin til tekstsløg er ivasamur. Næmingurin er heldur trilvandi, tá ið tað snýr seg um stavseting, teknseting og setningsbygnað. Próvførslan er grunn, og avrikið er illa bygt upp. Næmingurin viðger evnið harumframt tekstin sera trilvandi, men tó á nóg góðan hátt. Næmingurin hevur lítið innlit í lærugreinina og hevur heldur ikki tak á háttalagi. Megnar illa at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Føroyskt munnligt í 10. flokki, tá ið próvtøkuháttur A verður nýttur Próvtal Heiti Lýsing 12 Framúr gott Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt, tulkingin er sera væl grundað við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Framløgan er væl skipað. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri 7 Gott Munnliga framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at føroysklærugreinini, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur lýti koma fyri. 02 Nøktandi Munnliga framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men  málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið. Evnini at síggja sambond millum mál, innihald og tekstslag eru veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni. Týðandi lýti koma fyri. Føroyskt munnligt í 10. flokki, tá ið próvtøkuháttur B verður nýttur Próvtal Heiti Lýsing 12 Framúr gott Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt, tulkingin er sera væl grundað við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Synopsan er framúr væl skipað og orðað, og próvtakarin evnar greidliga at taka fram týðandi tættir í tilfarinum og seta teir í sambandi við tættir í hugdýpingarøkinum. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri 7 Gott Munnliga framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at føroysklærugreinini, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig. Synopsan væl skipað og orðað, og próvtakarin evnar at taka fram tættir í tilfarinum og seta teir í sambandi við tættir í hugdýpingarøkinum. Onkur lýti koma fyri. 02 Nøktandi Munnliga framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men  málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið. Evnini at síggja sambond millum mál, innihald og tekstslag eru veik. Synopsan er heldur veikt orðað og skipað, og próvtakarin evnar so dánt at taka fram  tættir í tilfarinum og seta teir í sambandi við tættir í hugdýpingarøkinum. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni. Týðandi lýti koma fyri. 7. At skipa undirvísing í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint. Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar. Didaktiskar meginreglur í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera talaða málið, skrivaða málið, samansettar tekstir ella málkunnleika. Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum málkunnleiki verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum skrivaða málið. á tann hátt kundi vitan um málsøgu verið við til at gjørt fatanina av eldri føroyskum tekstum meira fjøltáttaða, samstundis sum vitan um málsins bygnað t.d. kundi verið nýtt í tekstgreining. Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur. Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini føroyskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga. Stigvøkstur Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. í læringartilgongdini  verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring. Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er. At læra at læra Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir. Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini. Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning sum lærugreinin føroyskt hevur fyri skynsemið. Tá ið arbeitt verður við ymiskum sløgum av tekstum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í føroyskum skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku sløgunum av tekstum, skrivaðum eins væl og munnligum. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini føroyskum mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum tekstsløgum og samskiftisstøðum. Arbeiðshættir Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina. í føroyskum skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka. Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt. Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir. Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing. Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er. Samstarv Lærugreinin føroyskt er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinir. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinir um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í føroyskari søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum og almennari málfrøði og málsøgu. Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning. Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir. Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin. Skrivlig avrik Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í føroyskum, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina blaðútgávu, eina tvørfakliga ritgerð, ella eina heimasíðu. Ein grundgeving fyri at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti. Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini. Samrøða Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá. Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl. Lesing Næmingurin skal haldast til at lesa nógv, bæði í skúlanum og framíhjá.  Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Lívlong læring Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið. Námsætlan í føroyskum sum fremmandamál   1. Inngangur Føroyskt sum fremmandamál (hereftir FFM) er undirvísing í føroyskum máli og kunning um føroyska mentan og samfelag fyri vaksnar útlendingar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál.  Undirvísingin eigur í størst møguligan mun at taka atlit til mentan og støði hjá útlendinginum. At duga eitt mál fevnir um hesar førleikar: at skilja onnur, at tosa skilligt og nøkulunda neyvt og flótandi, og at lesa og skriva. Hesir førleikar verða mentir við at arbeiða miðvíst við serliga munnligum, men eisini skrivligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi venjast við at fá eina góðu úttalu, at lýða á og at skilja, at tala og skifta orð, og sum frá líður at bera fram egnar hugsanir og metingar. 2. Endamál 2.1. Málsligt Endamálið við undirvísingini í FFM er, at útlendingurin kann klára seg í føroyska samfelagnum, serliga í arbeiðslívinum, men eisini í útbúgvingarhøpi. Undirvísingin skal gera útlendingin føran fyri at tosa og skriva skilliga og rætt (við bert heilt fáum villum, sum ikki darva samskiftið) at hava eitt fjølbroytt orðatilfeingi fyri at kunna málbera seg neyvt at samskifta nøkulunda flótandi á føroyskum í ymsum sosialum høpi at skifta ímillum ymisk sløg av samskifti við atliti til, hvønn samskift verður við 2.2. Mentanarligt og samfelagsligt Endamálið við at veita innlit í mentan og samfelag er, at útlendingurin er førur fyri: at røkja eitt starv í Føroyum, sum í størst møguligan mun samsvarar við útbúgving, hann/hon hevur at luttaka í eftirútbúgving, sum gevur størri møguleikar á føroyska arbeiðsmarknaðinum at kenna síni rættindi og skyldur í samfelagnum og at vera partur av okkara fólkaræði við ávirkan og ábyrgd at taka lut í føroyska mentanarlívinum og at ávirka mentanartilboð og upplivingar t.d. við at greiða frá síni egnu mentan og sínum royndum  at kenna bygnað og stovnar í føroyska samfelagnum, at duga at leita sær hjálp og at gerast virkin fólkaræðisliga og mentanarliga. 3. Lærugreinin føroyskt sum fremmandamál 3.1.Førleikakrøv 1 Við upptøku metir útbjóðarin um førleikastøðið hjá útlendinginum. 2 Undirvísarar í FFM skulu í minsta lagi hava føroyska læraraútbúgving við føroyskum sum linjufak ella samsvarandi útbúgving í føroyskum. 3 Undirvísarar skulu helst eisini at hava annan málkunnleika enn føroyskt. 4 Undirvísarin eigur at hava hollan kunnleika í enskum fyri eisini at kunna greiða frá á øðrum máli enn føroyskum. 5 MMR skipar fyri, at undirvísari fær møguleika at taka skeið í fremmandamálsundirvísing. 6 útlendingurin hevur skyldu at luttaka aktivt í undirvísingini. 7 Skúli, ið fyriskipar FFM hevur skyldu til at skráseta, um útlendingurin er aktivt til staðar. 3.2.Undirvísingarskipan Uppbýti í torleikastig Undirvísingin er býtt í tríggjar partur: FFM1, FFM2 og FFM3. FFM1: Undirvísingin er ætlað útlendingum við lítlari og ongari skúlagongd, og sum hava vantandi lesi og skriviførleika, og sum ikki duga latínska alfabetið. Støðið svarar til um leið  fyrsta undirvísingarpart fólkaskúlans. FFM2: Undirvísingin er ætlað útlendingum við stuttari skúlagongd, og sum kunnu væntast at læra lutfalsliga seint. Støðið svarar um leið annan undirvísingarpart fólkaskúlans. FFM3: Undirvísingin er ætlað útlendingum við longri skúlagongd, og sum kunnu væntast at læra lutfalsliga skjótt. Støðið svarar um leið til triðja undirvísingarpart fólkaskúlans. Hvørt skeið byggir á tað undarfarna, og næmingur skal hava staðið eitt skeið ella hava tilsvarandi kunnleika fyri at kunna fara á næsta skeiðið. Eftir lokið FFM3 ber til hjá næmingum, sum ynskja tað, at fara longur í føroysku skúlaskipanini. Hvør partur hevur umleið 350 tímar og endar við roynd. FFM1 og FFM2 enda við innanhýsis roynd, sum skúlin sjálvur skipar fyri. FFM3 hevur roynd, sum er eins um alt landið, sum MMR skipar fyri, og næmingarnir fáa einsháttaða skeiðsváttan. FFM 1 Endamálið: Endamálið við FFM1 er, at skeiðsluttakarin dugir føroyska stavraðið og veit, hvat ljóð hvør bókstavur umboðar lærir føroyskt á orðastøði og uppbyggir eitt orðatilfeingi við teim mest nýttu orðunum fær samskift munnliga á sera einfaldum máli í fáum sera vanligum samskiftisstøðum, har umstøður og innihald eru kend frammanundan. skilir høvuðsinnihaldið í sera einføldum samskifti um ítøkilig og vanlig gerandisviðurskifti. fær greitt frá við einfaldum, stuttum setningum dugir at lesa einfaldan tekst og skilir høvuðsinnihaldið dugir at finna upplýsingar í einum stuttum teksti dugir at útfylla einføld oyðubløð við persónligum upplýsingum hevur fingið nakað av innliti í samfelag og mentan í Føroyum Undirvísingin: Lurta og tala: Venja at lurta og tala. Dentur eigur at verða lagdur á at arbeiða við úttaluni, so útlendingurin tosar við minst møguligari aksent og fær góðar úttaluvanar so skjótt sum til ber. Lesa og skriva: lesa tekstir við myndum ella læra sangir fyri at lætta um læringina at læra orðum. Lesa heilt stuttar gerandisligar tekstir, kanska barnabøkur og tekstir gjørdar til endamálið. Skriving verður í fyrstu syftu bara nýtt sum hjálp til tað munnliga. Mállæra: Teir størstu orðaflokkarnir - navnorð og sagnorð - verða umrødd, so at útlendingurin fær evnað heilt einfaldar setningar. Málið er, at útlendingurin er tryggur í at nýta navnorð í eintali og fleirtali í hvør-, hvønn- og hvørjumfalli, og í at nýta sagnorðini í nútíð og tátíð í øllum persónum. Annars verður kunnað um lýsingarorð, persónsfornøvn og kenniorð. Tó verður á hesum stigi ikki miðað eftir, at útlendingurin dugir at nýta øll bendingarmynstur. Mentan: Kunnað verður um siðir og gerandislív í Føroyum, útferðir og stovnsvitjanir kunna vera partur av hesi kunning. Temu eru t.d. gerandislív, familja, samdøgrið, tølini, máltíðir, til handils, prísir, bústaðir, barnagarðar, skúli, heilsuviðurskifti, tónleikur. Roynd: Royndin er munnlig og skipað sum ein samrøða millum lærara og næming um mynd, tekst ella evni. Skúlin skipar sjálvur fyri hesi roynd. FFM 2 Endamálið: Endamálið við FFM2 er, at skeiðsluttakarin skal  lúka øll førleikakrøvini í FFM1 kenna orðaflokkarnar sagnorð og navnorð, kenniorð, lýsingarorð og persónsfornøvn duga at brúka eintal og fleirtal duga at brúka sagnorð í nútíð og tátíð nýta talumálið klárt í upplestri og samrøðu. lurta eftir einum samrøðupartnara ella upplestri og endurgeva tað hoyrda. lesa upp, seta spurningar og svara spurningum í samband við tekstin duga at nýta teldu sum amboð duga at nýta teldutøkar orðabøkur og aðrar leitskipanir á teldu. Undirvísingin: Lurta og tala: Hoyri og talivenjingar, sum miðvíst venja rættan framburð, so at útlendingurin er førur fyri at samanbera tað hann/hon sigur við úttaluna hjá føroyingunum. Lesa og skriva: Skriva stutt skrivlig avrik sum t.d. brøv ella teldubrøv til skúla ella barnagarð. Byrjað verður við fyrisagnum við rættskriving fyri eyga. Lesa autentiskar tekstir, t.d. tíðindi, veðurtíðindi ella brøv frá myndugleikum og stovnum, møguliga saman við upplestri. Lættar stuttsøgur og krabbabøkur kunna eisini nýtast. Mállæra: Framhald av mállæruundirvísing við navnorðabending í føllum og eintali og fleirtali. Sagnorðini verða gjøgnumgingin í øllum tíðum (sterk/veik). Lýsingarorð  og persónsfornøvn verða gjøgnumgingin. Setningsgreining verður gjøgnumgingin, og næmingurin lærir at gera høvuðs- og eykasetningar. Mentan: Temu eru t.d. nærumhvørvið, her verður hugsað um stovnar, arbeiðspláss, barnaansing, frítíðartilboð, heilsuverk, rættindi og skyldur hjá einstaka borgaranum, útbúgving, ítróttur, mentan, søga, ferðing, bókasavn, Føroya landalæra, veður, árstíðir, vesturlendsk virði, javnrættur millum menn og kvinnur, barnauppaling, trúarfrælsi, skriva CV. Roynd: Royndin er munnlig og skrivlig. Tann munnliga royndin verður skipað sum samrøða um ókendan tekst. Tann skrivliga royndin umfatar partvíst mállæru og partvíst framseting ella innsetingarstykki. Skúlin skipar sjálvur fyri royndini. FFM 3 Endamálið: Endamálið við FFM3 er, at skeiðsluttakarin skal lúka øll førleikakrøvini í FFM2 duga at tosa við fólk og at svara aftur á føroyskum við passaliga longum og samansettum setningum og rættiliga fjølbroyttum orðatilfari. tosa nøkulunda rætt føroyskt og kunna práta um øll evni. hava hylling á føroyskari mállæru, t.e. orðaflokkum og setningsbygging. lesa vanligan føroyskan tekst, bæði fagrar bókmentir og yrkisbókmentir og duga at greiða frá innihaldi og í vissan mun at greina tekstin. skriva vanligt føroyskt mál nøkulunda rætt. Undirvísingin: Lurta og tala: Lesa fagrar bókmentir sum søgur, sangir, leikir og yrkingar. Ynskiligt er, at næmingarnir uppliva og møguliga lesa sjónleik og læra seg nógv sungnar føroyskar sangir og sálmar uttanat. Lesa og skriva: Lesa yrkisbókmentir við denti á samtíðartekstir, eins og samansettir tekstir. Tekstirnir skula geva meining í næmingsins huga, hava samband við støð, hendingar ella kenslur, sum næmingarnir kenna seg aftur í. Tekstirnir skula eisini spegla føroysk viðurskifti og føroyska mentan. Altjóða mentan er eisini partur av føroyska samfelagnum, og tekstatilfar skal eisini umboða hana. Mælt verður til at lesa einar 30 síður av føgrum bókmentum, einar 15 síður av yrkisbókmentum, og at næmingarnir skriva í minsta lagi skriva 8 stutt skrivlig avrik. Mállæra: Mállæra verður gjøgnumgingin. Allir orðaflokkar verða viðgjørdir. Mentan: Ynskiligt er, at næminarnir uppliva konsertir í kirkjum, samkomum og mentanarhúsum, at teir ferðast í Føroyum og læra um sagnir á staðnum og vitja forkunnugar bygningar eins og Norðurlandahúsið, Forngripasavnið og Kristianskirkjuna. Roynd: FFM3 endar við eini munnligari og eini skrivligari roynd. Tann munnliga royndin byggir á samrøðu um ókendan tekst, sum skal vísa, at næmingurin skilir tekstin og dugir at greiða frá innihaldinum á føroyskum. Fyrireikingartíðin er 30. min. Tann skrivliga royndin varir 3 tímar og er: Stutt framseting (uml. 250-350 orð) um eitt givið evni. Roynd í at Lesa og skilja, sum er tekstur ella mynd við hóskandi fatanarspurningum. Mentamálaráðið hevur yvirumsjón við royndini og ger royndartilfarið við støði í undirvísingarkrøvunum, og tekur avgerð um, hvussu royndin verður skipað. Mentamálaráðið tryggjar t.d. í samráð við lærarar, sum undirvísa í FFM, at royndin er í samsvari við tað, ið lært er. Royndin verður dømd eftir nýggja próvtalsstiganum við einum próvtali fyri munnligu royndina og einum fyri skrivligu royndina. Krøvini fyri at fáa 12 eru hesi: Upplesturin er flótandi, úttalan sera góð og skillig. Munnliga framløgan av tekstinum er greið og væl skipað, málið er samanhangandi, sum heild rætt, og orðatilfeingið er fjølbroytt í mun til stigið. Próvtakarin vísir góða tekstfatan og dugir at seta ókenda tekstin í samband við tey evni, ið eru knýtt at tekstinum, og tekur sum heild allar viðkomandi tættir inn í viðgerðina. Samtalan um myndina gongur væl, próvtakarin skilir væl vanligt gerandismál og dugir at samskifta sjálvstøðugt um gerandisevni. Námsætlanin verður sett í verk sum ein royndarskipan í 2 skúlaár og verður eftirmett á vári  2019. álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil álit um Vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil MENTAMáLARáÐí 2018 álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil, 2018 útgevari: MentamálaráðiðRitstjórn: Arbeiðsbólkurin at fyrireika skipaða vaksnamannaútbúgving í arbeiðsbólkinum sótu John Dalsgarð, Snorri Fjallsbak, Marita Klein Joensen, Jenny Lydersen, Jóhanna Kristina Lutzen og Heri Petersen, Ritstjóri: John Dalsgarð Skrivari: Jóhanna Kristina Lutzen Myndir: ólavur Frederiksen Prent: FøroyaprentISBN: 978-99918-3-551-8 Innihaldsyvirlit Formæli 7 Tilmælini frá arbeiðsbólkinum 8 Ein stutt lýsing av hugtakinum vaksnamannaútbúgving 9 Arbeiðsmarknaðarútbúgvingar 9 Arbeiðssetningurin 10 Fundarvirksemið hjá arbeiðsbólkinum 11 Fundir í arbeiðsbólkinum 11 Fundir og samrøður við avvarðandi partar 11 Eitt samfelag og ein arbeiðsmarknaður í broyting 15 Avbjóðingarnar eru drívmegin 16 Samstarv millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum 16 Tørvurin á førleikamenning í føroyska samfelagnum 16 útbúgving gevur lívsvirðisvøkstur 18 ófaklærd vaksin 19 Umleið sætti hvør eldri enn 25 hevur ikki útbúgving 19 Førleikamenning økir um tilvitskuna hjá arbeiðsfólki 21 Gjald fyri skeið 21 Tilflytarar og virkin luttøka 23 Tilflytarar 24 Ikki nóg væl fyri í føroyskum 24 Vantandi førleikar at meta um útbúgvingar 25 Málskeið 25 National Qualification Framework (NQF) 27 Vaksnamannaútbúgvingar í Norðurlondum 29 Danmark 29 Noreg 31 Finnland 32 Svøríki 33 ísland 33 Grønland 35 Vaksnamannaútbúgving í Føroyum í dag 37 Fyrireikingarbreyt 37 Fríðtíðarundirvísingarskipanin og fólkaupplýsing 37 Stakgreinarlestur í kvøldskúlunum 38 Lóg um yrkisskeið ella arbeiðsmarknaðarútbúgvingar 39 45 Dugni 39 Heilsuskúlin 40 ALS 40 Lóg um førleikameting 41 Fíggjarligu fortreytirnar hjá vaksnum at fara undir útbúgving 42 Uppihaldsgrundarlag hjá teimum, sum eru í útbúgving 43 Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk 44 Smidligari útbúgvingarmøguleikar skulu byrgja fyri mismuni 45 Norðurlendskt samstarv um vaksnamannalæring 45 Vaksnamannaútbúgving og lívlong vegleiðing 47 Berandi liðirnir í skipanini, sum skal útvega førleikar 47 Fólkaupplýsing 49 Lívlong læring og lívlong vegleiðing 51 Skilvís grundgeving og mál fyri lívlanga vegleiðing 51 Støðan hjá vegleiðing í Føroyum 52 Karrieruførleiki og lívlong vegleiðing í Føroyum ein stutt lýsing 53 Øktir møguleikar við fjarundirvísing, -vegleiðingog nýtslu av t-amboðum 57 Fjarlestrarmøguleikar í Føroyum 57 T-amboð í vegleiðingini, førleikametingini og førleikamenningini 58 Trípartasamstarv og arbeiðsmarknaðardepil 60 Tilmæli 1 Lógarkarmar um vaksnamannaútbúgvingar 63 Tilmæli 2 Eitt samskipað førleikamenningarsamstarv 65 Tilmæli 3 Trípartasamstarv um arbeiðsmarknaðardepil 67 Tilmæli 4 útbúgving og førleikamenning til øll 69 Tilmæli 5 Málbólkurin 71 Tilmæli 6 Tilflytarar og bólkar í serstøðu 73 Tilmæli 7 Lívlong vegleiðing verður skipað 75 Tilmæli 8 Førleikamenningargrunnur 77 Kostnaðarmeting 79 Samanumtøka 80 Niðurstøða 83 Formæli í fylgiskjali til samgonguskjalið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn (september 2015) verður sagt, at farið verður í holt við at fyrireika at seta á stovn vaksnamannaútbúgving. Neyðugir tættir í eini tílíkari skipan eru lívslong vegleiðing og førleikameting eins og ymisk sløg av førleikamenning og eftirútbúgving. í londunum rundan um okkum hevur skipað vaksnamannaútbúgving verið roynd við góðum úrsliti í mong ár. Tað merkir, at í hesum londum hava vaksnir persónar, við ongari útbúgving, havt serligar skipanir, ið gera tað lættari og høgligari hjá teimum at fáa sær eina útbúgving sum vaksin. Vaksnamannaútbúgving er við til at styrkja búskaparliga haldførið og vælferðina í samfelagnum, umframt kappingarførið hjá vinnuni og landinum sum heild. útbúgving og førleikamenning eru av stórum týdningi fyri møguleikarnar hjá tí einstaka at taka lut á arbeiðsmarknaði og í samfelagsligum virksemi yvirhøvur, eins og hesi eru av stórum týdningi fyri kappingarførið hjá vinnuni. í hesum áliti verður roynt at lýsa støðuna viðvíkjandi vaksnamannaútbúgving í Føroyum. Harumframt eru orðað nøkur tilmæli um, hvussu vit á einfaldan hátt kunnu skipa og samskipa útbúgvingartilboðini hjá vaksnum í Føroyum, ið samstundis gera tað lættari hjá vaksnum og tilkomnum at taka eina útbúgving ella verða førleikament. á sumri 2016 setti landsstýrið arbeiðsbólk við umboðum úr fýra avvarðandi stjórnarráðum at kortleggja og greina møguleikarnar fyri einum samstarvið millum stjórnarráðini í arbeiði landsstýrisins at seta í verk eina skipaða vaksnamannaútbúgving í Føroyum. í arbeiðsbólkinum hava verið: Heri Petersen fulltrúi í Almannamálaráðnum, Johanna Kristina Lutzen umboðandi Samferðslumálaráðið, sum varðar av arbeiðsmarknaðarmálum, Marita Klein Joensen umboðandi Samferðslumálaráðið frá 1. desember 2017, Snorri Fjallsbak ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, Jenny Lydersen undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum og John Dalsgarð fulltrúi í Yrkisdeplinum. Harumframt hava ráðgevarar, umboðandi fakfeløg, áhugafeløg og vinnuna verið knýtt at bólkinum. Hesi hava verið Esther Dahl ráðgevi í Vinnuhúsinum, Axel Hansen stjórnarlimur í Føroya Fiskimannafelag umboðandi Samtak, Ester Poulsen forkvinna í Vegleiðarafelag Føroya, og Anna Johannesen skrivari hjá Starvsmannafelagnum og Vigdis Johannesen forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, umboðandi Fakfelagssamstarvið. Keldur John Dalsgarð hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum og staðið fyri tí 85 samskipandi arbeiðinum. Jóhanna Kristina Lutzen hevur verið skrivari. 67 Tilmælini frá arbeiðsbólkinum Arbeiðsbólkurin er komin ásamt um at mæla til at seta í verk niðanfyri standandi átta tilmæli, um at skipa vaksnamannaútbúgvingar og arbeiðsmarknaðardepil. Tey átta tilmælini eru nærri lýst á síðunum 63-78. Tilmæli 1: Lógarkarmar um vaksnamannaútbúgvingar Vaksnamannaútbúgving og førleikamenning verða raðfest politiskt og skipað við lóg, s. 63 Tilmæli 2: Eitt samskipað førleikamenningarsamstarv Ein førleikasamskipan ella eitt førleikasamstarv, sum skal samskipa vegleiðing, førleikameting og førleikamenning, umframt at ráðgeva í málum, sum hava týdning fyri alt vaksnamannaútbúgvingar-økið og lívlanga læring sum heild, verður skipað, s. 65 Tilmæli 3: Trípartasamstarv um arbeiðsmarknaðardepil Samstarvið um vaksnamannaútbúgving og førleikamenning millum tað almenna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, verður styrkt og ment við einari heildarætlan um førleikar í samfelagnum, s. 67 Tilmæli 4: útbúgving og førleikamenning til øll Fjølbroyttir og høgligir útbúgvingarmøguleikar skulu standa øllum vaksnum í boði, s. 69 Tilmæli 5: Málbólkurin Øll vaksin, 25 ár og eldri, sum hava tørv á útbúgving ella førleikamenning, skulu vera fevnd av skipanini, s. 71 Tilmæli 6: Tilflytarar og bólkar í serstøðu Tiltøk at tryggja tilflytarum og bólkum í serstøðu javnbjóðis og betri møguleikar at vera virknir borgarar á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum sum heild, verða sett í verk, s. 73 Tilmæli 7: Lívlong vegleiðing verður skipað Lívlong vegleiðing verður sett í verk sum eitt yvirskipað tilboð til allar borgarar, s. 75 Tilmæli 8: Førleikamenningargrunnur Grunnur at fíggja arbeiðsmarknaðar-, vaksnamanna- og eftirútbúgvingar verður settur á stovn, s. 77 Ein stutt lýsing av hugtakinum vaksnamannaútbúgving Ymiskt er, hvussu vaksnamannaútbúgving verður allýst. Við støði í Lissabon- ætlanini samtykti ES-nevndin í 2006 eina frágreiðing um vaksnamannaútbúgving1. Vaksnamannaútbúgving varð í frágreiðingini allýst sum: allir formar fyri læring, sum vaksin eru partur av, eftir at tey eru liðug við upprunaliga grundútbúgving og yrkisútbúgving, uttan mun til, hvussu long útbúgvingin hevur verið. Henda allýsing javnsetir hugtakið vaksnamannaútbúgving við lívlanga læring. Hugtakið vaksnamannaútbúgving verður í hesum álitinum nýtt sum allýsing fyri læring og útbúgving, sum 25 ára gomul og eldri kunnu nema sær. Hetta er eisini galdandi fyri vaksin, sum fara undir eina grundútbúgving, yrkisútbúgving ella aðra miðnámsútbúgving ella hægri lesnað. í stuttum er ein vaksnamannaútbúgving ein útbúgving, ið er løgd til rættis og skipað fyri vaksin, og sum byggir á arbeiðs- og lívsroyndir hjá tí vaksna, áðrenn viðkomandi fer undir útbúgvingina. Undirvísingin verður løgd til rættis soleiðis, at hon tekur atlit til, at tann vaksni hevur arbeiði ella er tøkur á arbeiðsmarknaðinum, og at hann hevur ávísar skyldur at svara, bæði fíggjarligar og sosialar. Vaksnamannaútbúgvingar fevna bæði um einstøk skeið og heilar útbúgvingar, eins og tær kunnu fevna um einstakar undirvísingartímar um vikuna, parttíðarútbúgving yvir longri tíð og fulltíðarútbúgving. Arbeiðsmarknaðarútbúgvingar Hugtakið arbeiðsmarknaðarútbúgvingar fevnir í hesum áliti um allar yrkisútbúgv- ingar, umframt tær útbúgvingar, ið eru beinleiðis knýttar at arbeiðsmarknaðinum, og sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum varða av, harímillum førleikamenning og eftirútbúgving av starvsfólki, har tað almenna ikki hevur eins stóran leiklut, ella har, ið almennu eftirútbúgvingarskipanirnar ikki røkka. 89 1 Voksenuddannelse:Deteraldrigforsentatlære.Kommissionenfordeeuropæiske fællesskaber, 2006 10 11 Arbeiðssetningurin í londunum rundan um okkum vísa royndir og kanningar, at vaksnamannalæring og -útbúgving hava stóran týdning fyri arbeiðsmarknaðin og trivnaðin hjá landsins borgarum. Fyrimunurin við vaksnamannaútbúgving er, at fleiri av landsins borgarum fáa øktan møguleika at ogna sær grundleggjandi førleikar at søkja inn á eina útbúgving ella lærupláss, at endurútbúgva seg og troyta teir útbúgvingarmøguleikar, sum samfelagið bjóðar. Harumframt er vaksnamannaútbúgving við til at lyfta útbúgvingarstøðið, sum er við til at styrkja kappingarførið og búskapin í samfelagnum. Neyðugt er at gera skipanir, ið veita vaksnum borgarum fíggjarligar umstøður at taka eina útbúgving, umframt at gera skipanir, har vaksin kunnu fáa mett sínar førleikar, sum tey hava vunnið sær í arbeiði, á skeiðum, í frítíðarvirksemi o.s.fr. Slík skipan verður best skipað og tryggjað, tá ið myndugleikar og partarnir á arbeiðsmarknaðinum samstarva um endamálið. útbúgving og læring er fortreytin, tá ið landsins tilkomnu borgarar skulu menna sínar førleikar sum grundarlag undir starvsleið, og at nøkta tann økta og alsamt broytiliga tørvin á vælútbúnum fólki.Skipanir við vaksnamannalæring og -útbúgving eru væl kendar í okkara grannalondum. Saman við serstøkum skipanum fyri tey við skerdum førleikum hava hesar skipanir virkað fyri einum støðuføstum arbeiðsmarknaði og tryggari arbeiðskorum hjá landsins borgarum. í Føroyum eru ongar serstakar skipanir, ið lætta um og gera tað høgligari hjá vaksnum fólki at fáa sær eina útbúgving. Tó hava vit lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, men er hon í høvuðsheitum avmarkað til fólk við skerdum førleika, og serstaka frítíðarundirvísing, sum gevur vaksnum møguleika at taka 10. flokk, stakgreinalesur, dugnaskaparroyndir og landbúnaðarskeið. Nógv vaksin aftra seg við at fara undir eina útbúgving, tí ongar serstakar skipanir eru, sum geva teimum serligar sømdir at taka eina útbúgving. Serliga er tað fíggjarligi spurningurin, sum er avgerandi, tá tilkomnir persónar umhugsa møguleikan at fáa sær eina útbúgving. Ofta eru vaksin fíggjarliga bundin, t.d. av føstum útreiðslum til bústað og húsarhald, og hetta fær tey at halda seg frá at taka eina førleikagevandi útbúgving. Hetta hevur havt við sær, at fólk eru flutt av landinum at taka eina útbúgving ella fara í læru sambært serligari skipan, eitt nú við vaksnamannaløn, og soleiðis fáa eina útbúgving og prógv fyri sínum førleikum. Endamálið við arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum er at gera uppskot til eitt 3- partasamstarv, um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil, ið skal gera tað lættari hjá vaksnum ófaklærdum at fara undir eina útbúgving, og at seta í verk skipaða førleikameting, førleikamenning og lívlanga vegleiðing. Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum er at gera uppskot til karmar um skipaða vaksnamannalæring, -útbúgving og arbeiðsmarknaðardepil hvussu hetta arbeiði verður fyrireikað og skipað sum samstarv millum avvarðandi myndugleikar og partarnar á arbeiðsmarknaðinum hvussu sjálv skipanin skal síggja út (bygnaður) hvat vaksnamannaútbúgving skal fevna um (innihald) hvør skal vera fevndur av skipanini (málbólkur) hvussu skipanin við førleikameting og lívlangari vegleiðing kann verða partur av einari vaksnamannaútbúgvingarskipan (lóg og kunngerð um førleikameting) hvussu skipanin kann verða fíggjað (arbeiðsmarknaðarútbúgvingargrunnur) fíggjarligar umstøður hjá vaksnum at fara í útbúgving ella læru, og hvar skipanin kann verða staðsett. Fundarvirksemið hjá arbeiðsbólkinum Fundir í arbeiðsbólkinum Arbeiðsbólkurin hevur havt 12 fundir frá sumri 2016 til apríl 2018. Fundirnir hava verið, tann 06.07.2016, 29.09.2016, 25.10.2016, 03.11.2016, 07.12.2016, 24.05.2017, 07.09.2017, 21.11.2017, 28.11.2017, 05.12.2017, 08.03.2018 og 24.04.2018. Fundir og samrøður við avvarðandi partar Eitt týðandi sjónarmið í arbeiðnum hjá arbeiðsbólkinum hevur verið, at arbeiðið við at skipa vaksnamannaútbúgvingar í Føroyum, skal vera gjørt í samstarvi millum avvarðandi partar á arbeiðsmarknaðinum og avvarðandi myndugleikar. Eftir teir fyrstu innleiðandi fundirnar fór arbeiðsbólkurin undir at kalla feløg og stovnar til fundar, har ið vit ynsktu at kunna um arbeiðið og seta pørtunum spurningar. Hetta var eina mest gjørt fyri at kunna okkum um tørvin á vaksnamannalæring, men eisini fyri at økja um tilvitanina og fáa partarnar til at seta orð á, hvørjar møguleikar, teir sóu í einari vaksnamannaútbúgvingarskipan, ið avvarðandi myndugleikar og partarnir á arbeiðsmarknaðinum vóru saman um at seta í verk. Fakfeløgini, sum vit høvdu samrøður við, vórðu vald út frá teirri fortreyt, at tey umboðaðu ein breiðan skara av løntakarum, bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Harumframt hava nøkur av fakfeløgunum limir, sum starvast á ávísum yrkisøkjum, men hava ikki viðkomandi útbúgving. Vaksnamannaútbúgving og førleikamenning, eru somuleiðis ein natúrligur partur av virkisøkinum hjá teimum stovnum, arbeiðsbólkurin hevur havt samrøður við. Tær flestu samrøðurnar hava verið í tíðarskeiðnum frá januar til apríl 2017. Arbeiðsbólkurin hevur havt fund við tveir partar eftir hetta, í august og í oktober 2017. Arbeiðsbólkurin hevur havt samrøður við hesar partar: Fakfeløg og fakfelagssamstørv Samtak, ið fevnir um Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag (18-01-17). 12 13 Fakfelagssamstarvið, ið fevnir um Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya og Havnar Arbeiðskvinnufelag (15-02-17).Landsfelag Handverkanna, Havnar Handverkarafelag, S&K felagið (14-03-17). Arbeiðsgevarafeløg Vinnuhúsið umboðandi Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Prentsmiðjufelag, Føroya Handverksmeistarafelag, umframt tveir ráðgevar og stjóran í Vinnuhúsinum (19-01-17).Kommunufelagið (04-04-17). Stovnar ALS (08-02-2017). Almannaverkið (21-03-17). útlendingastovan (28-03-17). Dugni (09-10-17). Onnur Mentanarnevnd Løgtingsins (13-12-16) Vegleiðarafelag Føroya (10-04-17). Spurningarnir, sum vórðu viðgjørdir saman við feløgum og stovnum Spurningar viðvíkjandi einum møguligum trípartasamstarvi, ið vórðu umrøddir Hvat er trípartasamstarv? Hvørjar áskoðanir eru um trípartasamstarv sum heild fyri ella ímóti? Hvat eigur endamálið við einum trípartasamstarvi at vera? Hvussu eigur eitt trípartasamstarv at verða skipað, og hvat eigur tað at fata um? Hvørjar eru áskoðanirnar um eitt trípartasamstarv á útbúgvingarøkinum? á hvørjum øðrum økjum kundi trípartasamstarv verið skipað? Aðrir viðkomandi spurningar vórðu eisini umrøddir. Hvat skilja vit við hugtakið vaksnamannaútbúgving ella arbeiðsmarkn- aðarútbúgving?Hvør er tørvurin á slíkum útbúgvingum? (tørvurin hjá tí einstaka, hjá fakinum, hjá vinnuni, hjá samfelagnum o.s.fr. )Hvørjar eru royndirnar við arbeiðsmarknaðarútbúgvingum ella førleikamenning innan tykkara starvsøki?Hvør er útbúgvingarstøðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum? (avvarðandi feløg og stovnar eiga at meta um støðuna á teirra starvsøki)Hvørjar eru tykkara visjónir í sambandi við útbúgving og førleikamenning, við atliti at útbúgvingum, sum arbeiðsmarknaðurin, vinnan og einstaklingurin hevur tørv á?Hvørjar grundleggjandi treytir eiga at galda fyri vaksnamannaútbúgvingar?Hvør skal, eigur ella kann verða fevndur av skipanini?Hvat skilja vit við hugtakið arbeiðsmarknaðardepil?Hvar halda tit, ein skipan við vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepli eigur at verða staðsett? (í einum nýggjum stovni, í onkrum verandi stovni/felag, hvør skal hava ábyrgdina ella stýringina um hendur, hvør kann leikluturin hjá tykkara felag vera í hesum sambandi?)Hvussu kann ella eigur ein skipan við vaksnamannaútbúgving at verða fíggjað? Skulu tey, sum taka eina vaksnamannaútbúgving ella verða førleikament hava møguleika fáa endurgoldið fyri mista lønarinntøku í útbúgvingartíðini, og hvussu kann hetta verða fíggjað? Eitt samfelag og ein arbeiðs- marknaður í broyting Stórar avbjóðingar eru í dagsins og framtíðar samfelag okkara, sum krevja nýhugsan og størri samstarv innan útbúgvingarskipanina og á arbeiðsmarknaðinum. Nakrar av hesum avbjóðingum eru:2 Krøv til førleikar. Búskaparligu og mentanarligu árinini av einum alsamt meira altjóðagjørdum heimi, hava skapt ein skjótt broytiligan veruleika, sum hevur við sær, at eftirspurningurin eftir førleikum á arbeiðsmarknaðinum er vorðin meira samansettur. Vørur og tænastur kunnu ferðast tvørtur um landamørk uttan stórvegis trupulleikar. Fyri at varðveita kappingarførið krevst, at arbeiðsstyrkin hevur rættar og neyðugar førleikar. Hetta setir nýggj krøv til bæði arbeiðsstyrkina og til útbúgvingarstovnarnar og læruplássini, sum skulu geva arbeiðsstyrkini hesar førleikar. Økt flytføri. Alt fleiri tilflytarar við aðrari mentanarligari bakgrund flyta til landið, eins og landsins íbúgvar flyta seg meira og meira millum lond og heimspartar. Fyri at fáa gagnnýtt teir førleikar, sum tilflytarar hava við sær, og fyri at hesi á besta hátt kunnu fáa ein virknan leiklut í okkara samfelag, mugu átøk setast í verk, so tað gerst høgligari hjá teimum at fáa arbeiði og at útbúgva seg, samsvarandi síni útbúgving og førleikum. Fleiri eldri. Lutfallið millum eldri og yngri borgarar er í broyting, har tey eldru gerast alsamt fleiri. Tað hevur við sær, at alt færri vera til at uppihalda teimum mongu, ið fara av arbeiðsmarknaðinum fyri aldur. Fyri at varðveita eldru arbeiðsstyrkina á arbeiðsmarknaðinum so leingi sum gjørligt, samstundis sum alt fleiri krøv verða sett til førleikar og evnini at taka við nýggjum avbjóðingum, krevjast betri umstøður og møguleikar fyri førleikamenning og eftirútbúgving. Nýggir framleiðsluhættir. Umhvørvi og heilsa standa ovarlaga á dagsskrá kring allan heim, og soleiðis er eisini í Føroyum. Vaksandi krøv um atlit fyri umhvørvinum og heilsuni hjá borgarunum hava eisini við sær broytingar í framleiðsluháttum. Gamlir ótíðarhóskandi, umhvørvis- og heilsuskaðiligir framleiðsluhættir hvørva, og nýggir og nýskapandi og umhvørvisvinarligir framleiðsluhættir daga undan kavi. Hetta krevur eisini, at arbeiðsmegin er før fyri at laga seg eftir broyttu umstøðunum, og at hon fær so góðar møguleikar at gera hetta sum gjørligt. Broytingar í arbeiðsinnihaldi. Tann skjóta tøkniliga menningin er óivað tann størsta drívmegin undir broytingunum á arbeiðsmarknaðinum. Tey seinastu árini hava vit sæð, at tøkniliga menningin gongur alsamt skjótari, og at nýggj sløg av talgildan og sjálvvirkan longu hava broytt og framvegis fara at broyta arbeiðsinnihald og krøv um nýggjar førleikar innan fleiri yrkisgreinar. 2 Green og Skjerve, 2017. Kompetens ur ett arbetslivsperspektiv, NVL 2017 15 16 17 Nýggjar og vaksandi vinnur. Sjóneykan hevur seinastu árini verið sett á íverksetan í Føroyum, eitt nú fyri at skapa nýggjar vinnur, sum geva føroyska búskapinum fleiri bein at standa á, umframt at ferðavinnan í Føroyum er í menning. Nýggjar vinnur í Føroyum krevja eisini, at arbeiðsmegin hevur møguleikar at tillaga seg. Avbjóðingarnar eru drívmegin Øll hesi viðurskiftini seta krøv til framleiðsluna og førleikarnar á arbeiðsmarkn- aðinum, og tað er týdningarmikið, at tað almenna gongur á odda við at geva øll- um borgarum, sum hava hug og hegni, møguleika at vera partur í hesi menning. Um farið verður rætt fram, kunnu nevndu avbjóðingar vera ein drívmegi fyri øktari framleiðslu og virðisøking, sum eisini er ein fortreyt, um vit skulu varðveita sosiala og búskaparliga javnvág og tryggleika í samfelagnum. Um ikki rætt verður farið fram, ella einki verður gjørt fyri at taka ímóti avbjóðingunum, kann hetta skjótt hava við sær sera óhepnar avleiðingar á nevndu økjum. Samstarv millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum Arbeiðsbólkurin at fyrireika skipaða vaksnamannaútbúgving, sum varð settur í juni 2016, fór eftir fyrstu fyrireikandi fundirnar undir at kanna, um áhugi var millum avvarðandi feløg og stovnar á arbeiðsmarknaðinum at vera við í einum samstarvi, ið hevur til endamáls, at fáa eina góða skipan setta á stovn við vaksnamanna- og arbeiðsmarknaðarútbúgving í Føroyum. Eitt lyklaorð í hesum sambandi hevur verið samstarv, serliga samstarv millum partarnar, ið varða av viðurskiftunum á arbeiðsmarknaðinum, t.e. vinnan, fakfeløgini og tað almenna. í samgonguskjalinum frá september 2015 stendur, at trípartasamstarv skal vera við til at styrkja arbeiðsmarknaðin á ávísum økjum. Trípartasamstarv millum fak- feløg, vinnuna og tað almenna er longu á ymiskum økjum, eitt nú í ALS-stýrinum, Fasta gerðarættinum og í Yrkisútbúgvingarráðnum. Trípartasamstarv í sambandi við vaksnamannaútbúgvingar og førleikamenning skal vera við til at tryggja, at bæði vinnan, fakfeløgini og tað almenna hava ein leik- lut, tá ið avgerðir verða tiknar í viðurskiftum sum viðvíkja øllum trimum pørtum. Eitt nú, tá ið støða skal takast til, hvørjar útbúgvingar verða bjóðaðar út, hvørjum fakbólkum og førleikum, vinnan hevur tørv á, og tá ið raðfestingar verða gjørdar á politiskum stigi í samfelagnum, serliga á útbúgvingarøkinum. Tørvurin á førleikamenning í føroyska samfelagnum Fyri at kunna standa seg betur á arbeiðsmarknaðinum, er týdningarmikið, at eisini vaksin hava møguleikar at nema sær útbúgving og framhaldandi menna sínar førleikar, og harumframt fáa so góðar umstøður at gera hetta sum gjørligt. Tá arbeiðsmarknaðurin broytist alsamt, vera eisini krøvini til útbúgving og førleikar hjá tí einstaka meira samansett. í dag fara broytingarnar á arbeiðsmarkn- aðinum fram við slíkari ferð og í so stórum vavi, ið ikki hevur verið sætt áður. Broytingarnar ávirka nærum allar liðir í samfelagnum, bæði vinnur og starvsøkir bæði ófaklærd størv og størv, sum krevja høgt útbúgvingarstig. Hetta skapar nýggjar fortreytir hjá fyritøkum og løntakarum, bæði í privata og almenna geiran- um, samstundis sum hetta setir størri krøv til tann einstaka. Við einum so umbroytiligum arbeiðsmarknaði, sum tí, vit síggja í dag, og fyri at ganga vaksandi krøvunum um førleikar á møti, hevur tað stóran týdning, at karmar verða skaptir, so at føroyski løntakarin kann útvega sær teir neyðugu førleikarnar og fær møguleika at menna sínar førleikar alla tíðina. Her hevur tað týdning, at tað almenna gongur á odda fyri at tryggja, at útbúgvingarskipanin nøktar henda tørv. í grannalondum okkara, hevur vaksnamannaútbúgving, lívlong læring og førleika- menning verið skipað í fleiri ár. Londini hava formliga bundið seg til at raðfesta vaksnamannaútbúgving,hetta m.a. við at vera partur av ES-sáttmálum viðvíkjandi vaksnamannaútbúgving. ásannandi, at vaksnamannaútbúgving, umframt at stuðla undir persónligu menningina hjá tí einstaka, eisini er avgerandi fyri, at náa málunum í felags evropeisku Lissabon-ætlanini um øktan búskaparvøkstur, økt kappingarføri og betri sosiala integratión. Hóast tað í Føroyum finnast skipanir, har vaksin kunnu fáa ment sínar førleikar, er eingin skipan, sum beinleiðis vendir sær til málbólkin tey vaksnu, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, og sum t.d. einans hava eitt fólkaskúlaprógv sum einastu og hægstu útbúgving. Hetta sama er galdandi fyri tilflytarar, sum umframt at hava tørv á førleikagevandi málskeiðum eisini hava tørv á førleikameting og førleika- menning, og ikki minst, at teirra førleikar kunnu verða viðurkendir. Serliga innan tað sonevnda ófaklærda arbeiðsøkið síggja vit, at tørvur er á grundleggjandi førleikum hjá ávísum bólkum í landinum, eitt nú hjá útlendskum kvinnum, sum eru komnar til landi og duga ikki málið, kenna ikki til lógir og samfelagsviðurskifti sum heild. Hesi fólk kenna sostatt heldur ikki síni rættindi og tær skyldur, sum áliggja, og hetta ávirkar støðuna og tilknýtið hjá børnunum og allari familjuni til restina av samfelagnum. Sama er galdandi fyri tey mongu, sum arbeiða ymiskt fyrifallandi ófaklært arbeiði, uttan at hava nóg holla ástøðiliga vitan um neyðug trygdar- og heilsuviðurskifti, ið ofta kunnu vera tengd at teirra uppgávum. Hesi hava tørv á ymiskum styttri arbeiðsmarknaðarrættaðum skeiðum, ið eru við til at betra um grundleggjandi viðurskifti á arbeiðsplássunum. Arbeiðsumhvørvið er ein týdningarmikil táttur í førleikamenningini av landsins borgarum, bæði teimum ófaklærdu og teimum við útbúgving. Gransking vísir, at bæði almenni og privati geirin fáa stórt gagn av, at londini gera íløgu í vaksnamannaútbúgving. Tað er staðfest, at vaksnamannaútbúgving, umframt at lyfta førleikarnar hjá arbeiðsstyrkini, økir um framleidnið í samfelagn- um, og er við til at minka um útreiðslurnar til arbeiðsloysis- og fyritíðarpensjónsskipanir. Harumframt hevur vaksnamannaútbúgving stórt gagn- virði í mun til økta borgaraluttøku í samfelagnum, betri heilsu, lægri kriminalitet og størri persónliga vælveru og nøgdsemi. Kanningar vísa, at eldri, sum luttaka í skip- aðari lívlangari læring eru betur fyri andliga og kropsliga. út frá einum búskapar- ligum sjónarmiði, so er hetta við til at lækka kostnaðin til sjúkra- og heilsurøkt.3 3 Voksenuddannelse: Det er aldrig for sent at lære, Kommisionen for de europæiske fællesskaber, 2006. http://ec.europa.eu/transparency/regdoc/rep/1/2006/DA/1-2006-614-DA-F1-1.Pdf útbúgving gevur lívsvirðisvøkstur Ein háttur at máta samfelagsliga avkastið av útbúgving, er at hyggja eftir samfe- lagsbúskaparliga virðinum, sum útbúgvingin gevur. Hetta verður gjørt við at kanna, hvussu stóran lívsvirðisvøkstur, útbúgvingin gevur gjøgnum eitt lív. Tað vil siga lønarinntøkan og inntøkan av virkseminum drigin frá kostnaðinum av útbúgvingini. Lívsvirðisvøksturin er sostatt virðið á tí øktu vælferðini, sum útbúgvingin hevur við sær, og tað er ein sannroynd, at allar útbúgvingar kasta samfelagsligt virði av sær. Hjá einum ófaklærdum verður roknað við einum lívsvirðisvøkstri uppá umleið 10 mió. kr., meðan lívsvirðisvøksturin hjá einum, sum hevur tikið eina hægri út- búgving í miðal liggur um 20 mió. kr.4 Harumframt bendir alt á, at jú hægri útbúgv- ingin er, jú meira lívsvirðisvøkstur kastar hon av sær. Hetta vísir, at útbúgving er ein góð íløga fyri samfelagsbúskapin, og at bæði samfelag, arbeiðsmarknaður og tann einstaki vinna nakað við, at fólk verða eggjaði til at fáa sær útbúgving.5 Vaksnamannaútbúgvingar eru partur av yvirskipaða hugtakinum lívlong læring, sum eisini hugtakið empowerment er týðandi partur av. Meira enn nakrantíð fyrr verður læring mett sum týdningarmikil og høgt virðismett. Fólk verða eggjað til at menna sínar dygdir og eginleikar alt lívið við støði í tí tey longu hava lært (Aagaard og Dahler, 2011, s. 24). í 1972 kunngjørdi UNESCO6 tað sonevnda lærandi samfe- lagið í frágreiðingini Learning to be The world of education today and tomorrow, (Faure et al., 1972). Her verða m.a. staðfestar nakrar felags meginregl- ur, sum eru galdandi fyri tað lærandi samfelagið: Læring snýr seg um annað og meira enn bara útbúgving Lívlong læring er alneyðug, tí grundleggjandi førleikar og vitan eru ikki ein bygnaðarlig trygd fyri starvsleið At tilogna sær førleikar er ikki avmarkað til formliga læring ella útbúgving, men fevnir eisini um óformliga læring og ikki-formliga læring; og øll hesi sløg av læring verða mett sum virðismikil læring Samfelagið kann verða sætt sum ein sosialur og búskaparligur bygnaður, har øll tilvitað, ella ótilvitað hava ein hugburð og hugsandi kunnu læra, og har øll alt lívið mugu taka medábyrgd fyri læring. í hesum sambandi fær einstaki borgarin sum lærandi einstaklingur møguleika at menna síni evni og gera seg galdandi á flestum øllum økjum í samfelagnum. Læringin er tætt knýtt at samfelagsligu menningini og virkar fyri at geva tí einstaka frælsi at leggja sítt egna lív til rættis og virka sambært hesum. 4 Tølini skulu takast við fyrivarni, tí tey byggja á útrokningar frá 2007, og útrokningarhættirnir kunnu vera ymiskir. 5 https://www.ae.dk/files/dokumenter/analyse/ae_store-samfundsoekonomiske-gevinster-af- uddannelse.pdf. 6 UNESCO er ST-stovnurin fyri útbúgving, vísindi og mentan. ófaklærd vaksin Sambært ALS er samanhangur millum longdina á útbúgving, og hvussu leingi fólk steðga í ALS-skipanini. Eisini er samanhangur millum vandan fyri at gerast arbeiðs- leysur og longdina á útbúgving. ítøkiliga merkir hetta, at tað eru tey við lítlari ella ongari útbúgving, sum eru longst í ALS-skipanini, og hava torført við at fáa arbeiði. Tá ið arbeiðsloysið er lágt, gerst tað enn týðiligari, tá útboðið av førleikum ikki samsvarar við eftirspurningin eftir førleikum. At hava teir røttu førleikarnar, hevur eisini stórar fíggjarligar fyrimunir við sær, og sum altíð er útbúgving ein góð íløga, bæði fyri tann einstaka og samfelagið. Umframt at styrkja um støðuna hjá tí einstaka á arbeiðsmarknaðinum, økir útbúgving um framleidni, og hetta er við til at geva vøkstur og økja um vælferðina í samfelagnum, tá høg vælferð eisini er treytað av stórari arbeiðsfjøld. Umleið sætti hvør yvir 25 hevur ikki útbúgving Hagtøl frá Hagstovuni (Manntal 2011) og Studna vísa, at umleið 16% av føroying- um millum 25 og 69 ár hava onga framhaldsútbúgving eftir fólkaskúlan, og eru heldur ikki í útbúgving. Tølini vísa, at ein rættiliga stórur partur av føroyingum hevur onga útbúgving eftir fólkaskúlan.7 Sum gongdin er á arbeiðsmarknaðinum í dag, er eftirspurningurin eftir ófak- lærdari arbeiðsmegi í minking, og alt bendir á, at eftirspurningurin eisini fer at minka í framtíðini. Ein stórur partur av ófaklærdu løntakarunum starvast innan fyrstalagsvinnurnar (fiski-, ali- og ráevnisvinnurnar). Tøl frá Hagstovuni yvir løntak- arar í høvuðsvinnugreinunum vísa, at talið av løntakarum í fyrstalagsvinnuni er nógv minkað síðan seinasta hákonjunktur í 2008, hóast vøkstur hevur verið í framleidni. Samstundis er stórur vøkstur í almennari fyrisiting og øðrum almenn- um tænastum, sum eisini hongur saman við, at føroyska búfjøldin gerst eldri.8 Løntakarar í mai 2008 og 2017 eftir høvuðsvinnugreinum Talva II 11 í% -9,1 -2,2 -1,2 8,4 0,5 Fiski-, ali- o.o. ráevnisvinna Byggivinna o.o. tilvirking Privatar tænastuvinnur Almenn fyrisiting o.a. tænastur Løntakarar tilsamans Kelda: Hagstovan 2008 4.578 3.909 8.752 8.682 25.921 2017 4.160 3.822 8.644 9.412 26.038 í tali -418 -87 -108 730 117 Munur er á økjunum í Føroyum, tá tað snýr seg um útbúgvingarstøði. Tøl frá fólka- teljingini í 2011 (Manntal9) vísa, at munurin er stórur millum útjaðara og 18 19 7 8 9 Fyrivarni verður tikið fyri, at tølini eru frá 2011, og kunnu tí síggja øðrvísi út í dag. Búskaparfrágreiðing, Búskaparráðið, á heysti 2017Fyrilit skulu takast fyri, at tølini eru frá 2011, og mest sannlíkt síggja øðrvísi út í dag. Nógv er broytt miðstaðarøkið. í Suðuroy og Sandoy eru tey lutfalsliga nógv fleiri, sum onga útbúgving hava eftir fólkaskúla, í mun til aðrastaðni í landinum, heili 46-49%. í Norðuroyggjum, Eysturoy, Norðurstreymoy og Vágum hava 38-39% onga útbúgving eftir loknan fólkaskúla, og í Suðurstreymoy er talið 29%. Tølini vísa, at tey eru munandi fleiri í arbeiðsstyrkini, uttan fyri miðstaðarøkið, Norðurstreymoy og Vágar, sum bert hava fólkaskúla ella onga útbúgving, ella ikki hava framhaldsútbúgving aftan á fólkaskúla. í Suðuroy eru munandi fleiri í arbeiðs- styrkini, sum einans hava fólkaskúla ella lægri útbúgving, enn í restini av landinum. Førleikamenning økir um tilvitskuna hjá arbeiðsfólki Ein partur av ófaklærdu arbeiðsmegini starvast umborð á skipum og á fiskavirkjum og er umboðaður av fiskimannafeløgum og arbeiðarafeløgunum. Sum skilst á samrøðunum, sum arbeiðsbólkurin hevur havt við Føroya Fiskimannafelag, Føroya Arbeiðarafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, so síggja tey førleikamenning innan teirra egna starvsøki sum ein máta at fáa t.d. betraðar arbeiðsumstøður, mannagongdir og reinføri, og at hetta fer at geva teimum størri likamligt medvit um tað ofta tunga arbeiðið, umframt betraðar møguleikar at fáa økt um trygdina í arbeiðinum. Arbeiðsfólkið fær eisini eitt tryggari tilknýti til sjálvt starvið, tá arbeiðsgevarin ger eina íløgu í tey sum starvsfólk, og samstundis kann hetta vera við til at styrkja teirra støðu á arbeiðsmarknaðinum. Sostatt hava tey, sum eru umboðaði av hesum fakfeløgunum, ikki neyðturviliga eitt ynski um eina formliga útbúgving, men heldur ynskja tey at styrkja og tryggja sína støðu í størvunum, tey eru í. Hetta eru tilkomin fólk, sum stóran part av lívinum hava arbeitt innan fyrstalagsvinnurnar. Førleikamenning innan hesar vinnugreinar eigur eisini at leggja seg eftir at fyribyrgja, at hesi starvsfólk verða kropsliga niðurslitin á lutfalsliga ungum árum, og ikki fáa arbeitt meira. Talið á løntakarum innan hesar vinnur í Føroyum er í stórari minking, og sann- líkt er, at ein stórur partur av størvunum, sum verða mannað við hesum fólkunum, ikki er til um nøkur ár. Fyri betur at tryggja hes á arbeiðsmarknaðinum, er umráð- andi at bøta um møguleikarnar at førleikamennast og eftirútbúgvast, so at tey eisini kunnu røkja annað virksemi innan hesar vinnur. Harumframt er tørvur á at skapa møguleikar fyri at umskúla hesar løntakarar til vinnur, ið spyrja eftir nevndu førleikum og arbeiðsmegi. Eisini við atliti til, at hesi tá kunnu vera á arbeiðsmarkn- aðinum í longri tíð. Gjald fyri skeið Tá talan er um førleikamenning og útbúgving av ófaklærdum starvsfólki, er nógv, sum enn liggur á láni. Eitt nú er ringt at fáa eyga á ein meira miðvísan og skipaðan útbúgvingarpolitikk á økinum, har tey ófaklærdu arbeiða. í teimum førum, har kravt verður av starvsfólki, at tey skulu hava eitt ávíst prógv fyri at kunna átaka sær eitt arbeiði, fer ein ávís førleikamenning ella eftirútbúgving fram. Men í hesum førum er tað aloftast starvsfólkini, sum sjálv rinda fyri skeiðini, áðrenn tey verða sett í starv. Eitt ynski millum ófaklærd er at kunna taka støk skeið, sum eru av týdningi fyri tey sjálv og eisini arbeiðsmarknaðin, uttan sjálv at skula rinda í dýrum dómi, umframt at sleppa undan inntøkumissi, meðan tey útbúgva seg ella eru á skeiði. Føroyar býttar í økir eftir útbúgvingarstigi - (Manntal, 2011) Sandoy og Suðuroy Suðurstreyumoy 0 20 40 60 80 100 120 Fólkaskúla Miðnám/yrkisútbúgving Miðhøga útbúgving Hægri útbúgvingar Norðuroyggjar, Eysturoy, Norðurstreymoy og Vágar Tølini endurspegla eisini avmarkaða útboðið av arbeiðsplássum í økjum í Føroyum. Borgarar við útbúgving eru fluttir úr økjum, har útbúgvingarstigið er lágt, at nema sær útbúgving, og flyta ikki aftur, serliga tí at starvsmøguleikarnir eru so lítlir.Ein onnur orsøk til hesi lutfalsliga høgu tøl av óútbúnum í útjaðaraøkjunum í Føroyum, er óivað tann, at møguleikarnir fyri eftirútbúgving og førleikamenning hjá vaksnum eru so avmarkaðir. At eggja óútbúnum at útbúgva seg, verður ikki av røttum ein almenn samfelagsuppgáva, fyrr enn karmarnir hjá vaksnum at útbúgva seg verða umskipaðir, so at tað verður lættari hjá vaksnum við fíggjarligum skyldum og bindingum at fáa sær útbúgving. Løntakarar við fólkaskúla sum hægstu útbúgving - (Manntal, 2011) Føroyskir løntakarar (arbeiðsvirknir og arbeiðsleysir, sum fyrr hava havt arbeiði), sum hava fólkaskúla sum hægstu útbúgving. Gev gætur, at bert arbeiðs- virkin og arbeiðsleys, sum fyrr hava havt arbeiði, og sum eru eldri enn 25 ár, eru tald við. Kelda: Manntal 2011. 20 21 síðani 2011, tá fíggjarkreppan framvegis var í hæddini, og fólkafráflytingin síðani er vend til fólkatilflyting. Tó er sannlíkt, at talið av teimum, sum ikki høvdu útbúgving í 2011, líkist tí í dag, 22 23 Onkur skeið hava verið hildin innan fiskavirkisarbeiði, har starvsfólk og arbeiðs- gevarar rindaðu helvt um helvt av skeiðinum. Sum heild halda ófaklærd starvsfólk, at tey ikki eiga at rinda allan kostnaðin fyri førleikamenningina sjálv, tí førleika- menningin kemur øllum pørtum til góðar, teimum sjálvum, virkinum og samfelag- num. Talan kann vera bæði um fakliga og yrkisliga tengd skeið, umframt skeið av meira almennum slag, so sum skeið í lesing og skriving og máli annars, umframt skeið innan arbeiðsumhvørvi í breiðari merking. Tó leggja tey dent á, at førleika- menningin skal vera viðkomandi, bæði fyri arbeiðsplássið og tey sjálv. Nógvir tilflytarar starvast sum ófaklærd á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hesi hava stóran tørv á førleikamenning, serliga viðvíkjandi tí málsliga og tí mentanar- liga, men eisini tá talan er um tað fakliga. Hesi hava tørv á at verða førleikamett, so tey kunnu fáa greitt at vita, hvar tey eru stødd í samfelagnum og á arbeiðsmarkn- aðinum sum heild í mun til teir førleikar, tey hava. Ein grunnur, ætlaður til at førleikamenna arbeiðsstyrkina og tilfeingið í fólkinum, kann vera við til at flyta nakrar av teimum grundleggjandi forðingunum, sum eru, tá skeið og útbúgving verða boðin, og eingin er at rinda fyri luttøku ella mista inntøku í útbúgvingartíðini. Ein skipan við einum útbúgvingargrunni kundi byrjað í tí smáa og verið ment so hvørt, tørvurin ger seg galdandi. Tilflytarar og virkin luttøka Okkum nýtist ikki bara at hugsa um tilflytarar, tá ið vit tosa um inklusjón ella integratión. Tó mugu vit ásanna, at tilflytarar við aðrari og ymiskari sosialari og mentanarligari bakgrund, hava aðrar avbjóðingar enn tey, ið eru fødd og uppvaksin í landinum. Serliga er hetta galdandi, tá tað snýr seg um at hava ein virknan leiklut í samfelagsmenningini, og at hava møguleikar at gera nýtslu av øllum teimum ágóðum og vælferðartænastum, samfelagið hevur at bjóða. Tí eru tilflytarar í serstøðu og skulu hava serlig tilboð um neyðuga førleikamenning og kunning ella vegleiðing, tá ið tey koma til landið, har serligur dentur í fyrstu atløgu eigur at verða lagdur á at læra føroyskt mál og mentan. Við skipaðari vaksnamannalæru kann samfelagið ganga á odda við at bjóða tilflytarum og øðrum bólkum í serstøðu tilboð um førleikamenning og lívlanga vegleiðing, og soleiðis geva teimum betri umstøður at gerast virknir samfelags- borgarar. Samstundis er skipað vaksnamannalæra við til at tryggja fíggjarliga grundarlagið hjá hesum fólkum, umframt at tey fáa bøtt um støðu sína á arbeiðs- marknaðinum sum heild. Virkin luttøka í samfelagsmenningini er ein fortreyt hjá tí einstaka at kenna teir møguleikar og tær avbjóðingar, ið samfelagsmenningin gevur okkum sum borgarum og samfelag. Við at bjóða hesum bólkum førleikamenning og útbúgving við førleikameting, kann samfelagið skjótari og betur lofta teimum, ið á onkran hátt standa á gáttini at detta út av arbeiðsmarkninum, ella hava ilt við at gerast natúrligur partur av hon- um. Tilflytarar í tilmæli um integratiónspolitikk (Tórshavnar kommuna, 2015)10 verður tað nevnt sum ein bági fyri integratiónina, at tilflytarar ikki fáa fullnýtt sítt førleikapotentiali á arbeiðsmarknaðinum. í samrøðu, sum arbeiðsbólkurin hevur havt við útlendinga- stovuna, hevur hetta verið nevnt sum ein trupulleiki fyri tilflytarar, og soleiðis er hetta eisini ein bági fyri vælferðina og nøgdsemið hjá tilflytarum í Føroyum. Ein orsøk til hetta er, at tilflytarar í stóran mun ikki fáa formliga viðurkent teir útbúgvingarligu førleikar, tey hava nomið sær, áðrenn tey eru flutt til Føroya. í sambandi við sama tilmælið, varð ein spurnarkanning gjørd í juni-juli 2015 millum tilflytarar í Tórshavn (ikki-norðurlendingar, fluttir til kommununa eftir 2003), í mun til útbúgvingarstøðuna hjá hesum og tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Ikki nóg væl fyri í føroyskum Tølini vísa, at hóast ein stórur partur av tilflytarunum arbeiða fulla tíð, so eru fleiri teirra, sum ikki fáa brúkt førleikarnar, tey hava ognað sær í útbúgving ella við royndum úr øðrum londum. Ein spurnarkanning, sum útlendingastovan hevur skipað fyri, vísir, at tilflytarar meta, at tann føroyski arbeiðsmarknaðurin er avmark- aður, og javnan fáa tilflytarar noktandi svar um størv, sum teir annars hava fakligar førleikar til at røkja. Sum orsøk til sýtanina hava tilflytarar fingið at vita, at teir ikki duga nóg væl føroyskt, hóast málið ikki er ein beinleiðis treyt fyri at kunna røkja starvið. Hetta samsvarar væl við kanningar úr grannalondunum. Eitt nú hevur Dansk Flygtningehjælp nýliga gjørt kanning sum vísir, at arbeiðsgevarar meta, at góður 10 Tilmæliumintegratiónspolitikk,RunaPreetiHøgnesen,Tórshavnarkommuna2015 danskur málkunnleiki, saman við persónligum eginleikum, hevur størsta týdning, tá tað snýr seg um at seta flóttafólk í starv. Fakligir førleikar koma her í triðju røð.11 Vantandi førleikar at meta um útbúgvingar útlendingastovan, NVL, New Speakers Network og Yrkisdepilin skipaðu í august 2017 fyri ráðstevnu um tilflytarar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. á ráðstevnuni varð ljós varpað á størstu avbjóðingarnar sum tilflytarar møta, tá teir søkja størv í Føroyum. Størstu avbjóðingarnar eru tær málsligu forðingarnar, sum tilflytarar merkja, vantandi førleikar í Føroyum at meta um útlendskar útbúgvingar, umframt eitt ávíst fyrivarni hjá arbeiðsgevarum, at seta tilflytarar í starv. Umframt hesar avbjóðingar vóru treytirnar fyri sjálvum uppihaldsloyvinum nevndar sum forðing fyri integratión á arbeiðsmarknaðinum. Sambært galdandi ásetingum viðvíkjandi arbeiðsuppihaldsloyvi, skal tann, sum hevur fingið uppi- haldsloyvi, starvast í somu vinnugrein í 7 ár, áðrenn eitt ikki-tíðarbundið uppihalds- loyvi kann verða givið. Tað ber sostatt ikki til at skifta vinnugrein hesi 7 árini, uttan so, at 7-ára tíðarskeiðið verður talt upp av nýggjum. í mun til menningarmøguleik- ar á arbeiðsmarknaðinum, sum hava stóran týdning, um integratiónin skal vera væleydnað, og um so er, at viðkomandi verður uppsagdur ella fyritøkan heldur uppat við sínum virksemi, er hendan ásetingin rættiliga óheppin fyri tilflytarar, sum skulu finna seg til rættis í Føroyum. Málskeið Hóast tilflytarar fáa tilboð um ókeypis málskeið í føroyskum í kvøldskúlanum, er tað ymiskt í ymisku kommununum, hvussu væl verður tikið ímóti hesum tilboði. Nakr- ar av størru kommununum bjóða tilflytarum skeið í føroyskum. í nøkrum komm- unum finst tilboðið ikki, og tá mugu skeiðsluttakarnir ferðast til aðrar kommunur, at taka skeiðini. Hjá summum er tað óhøgligt at røkja starv og luttaka í undirvís- ingini, tí tað liggur óhøgligar tíðir frá 9-12.30 tríggjar dagar um vikuna, umframt at talan er um intensiv skeið í 20 vikur. Tilboðið at læra føroyskt er sera týðandi og neyðugt. Tó kundi undirvísingin í nøkrum førum verið skipað øðrvísi, eitt nú við fjarundirvísing. Tórshavnar kvøldskúli bjóðar víðkað skeið í føroyskum og føroysk- ari mentan. ásannandi tann stóra týdning, sum málsligur førleiki hevur í integratiónstil- gongdini hjá tí einstaka og sum fortreyt fyri luttøku í samfelagnum sum heild viðvíkjandi arbeiði og útbúgving og í sosialum, samfelagsligum og privatum viðurskiftum, hevur Mentamálaráðið seinastu árini í samstarvi við kommunurnar skipað fyri skeiði í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum. Sum liður í arbeiðinum at bjóða útlendingum nøkulunda somu undirvísing í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum, hevur Mentamálaráðið tikið stig til at gera námsætlan fyri føroyskt sum fremmandamál. Námsætlanin hevur 11 Undersøgelse af danskkundskabers betydning for flygtninges beskæftigelse, Dansk Flygtningehjælp 2017 24 25 26 27 verið í gildi síðani skúlaársbyrjan í 2016, og er grundarlag undir undirvísingini, men atlit verða sjálvsagt tikin til førleikan hjá tí einstaka. Námsætlanin føroyskt fyri fremmandamælt er skipað í 3 stig, FFM1, FFM2 og FFM3 og er at finna á heimasíðuni www.namsaetlanir.net, har allar aðrar náms- ætlanir eru. Hesi drúgvaru skeiðini við 200 til 350 tímum eru skipað í økjum, Klaks- vík, Tórshavn, Tvøroyri og Runavík. Harumframt eru styttri skeið við 40 til 80 tímum í fleiri kvøldskúlum, m.a. í Fuglafirði, Sørvági, Vági, við Streymin, Meginskúlanum á Sandi og í Vestmanna. Hetta skuldi virkað fyri einari eins undirvísing til allar tilflytarar, men samstundis mugu vit hava í huga, at støðið má takast í tí einstaka, tí teirra førleiki er ymiskur, summi hava lítla skúlagongd, meðan uppaftur onnur hava akademiska útbúgving. Við atlit at hesum er námsætlanin skipað í stigum. Mentamálaráðið hevur ábyrgd av at tryggja útbúgving og útbúgvingartilboð, at tey verða sett í verk, eftirmett og dagførd. Mentamálaráðið er ikki integrations- myndugleiki, og ásetur tí ikki reglur um, hvørji málslig krøv og førleiki í føroyskum verður settur útlendingum fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað er Uttanríkis- og vinnumálaráðið, uvmr.fo, sum umsitur útlendingamál sum eitt av sínum arbeiðsøkjum. Fróðskaparsetur Føroya hevur harumframt skipað fyri tveimum ymiskum fjarlestrarskeiðum í føroyskum fyri útlendingar. Faroese for foreigners I, har fortreytin er, at tey lesandi skulu hava miðnámsskúlaprógv ella tað, sum svara til eitt slíkt.· Faroese for foreigners II, har fortreytin er, at tey lesandi skulu hava tikið fyrra skeiðið Faroese for foreigners I ella hava havt summarskeið í føroyskum. Endamálið er at geva teimum lesandi innlit í føroyska mállæru og málnýtslu. Serliga verður dentur lagdur á málførleikarnar at tosa, at fata, at lesa og partvís eisini at skriva. Dentur verður lagdur á formsíðu málsins, eins væl og at tey lesandi læra at nýta hesa í praksis. Skeiðini eru eina lestrarhálvu, og verða hildin á Føroyamálsdeildini. Undirvís- ingin er í høvuðsheitum fjarundirvísing, men tey lesandi hittast eisini nakrar ferðir. Hetta er í byrjanini, tá skeiðið er hálvrunnið og móti endanum av skeiðnum. Hvørja viku skulu tey lesandi lata inn uppgávur.Fróðskaparsetrið bjóðar eisini summarskeið í føroyskum máli og mentan fyri útlendingum annað hvørt ár. Skeiðið telur 10 ECTS. Lesandi skulu hava kunnleika til eitt germanskt mál, ella kunnleika til málfrøði/málvísindi. Viðv. innflytarum til FO so hava tey oftani kunnleika til føroyskt, og tilflytarar hava verið á skeiðunum. Summarskeiðini eru tó ikki ætlað fólki, sum ongan kunnleika hava um mál frammanundan, og tað er galdandi fyri allar umsóknir. Danska málið hevur ein størri leiklut í føroyska gerandisdegnum enn vit geva okkum far um, og hetta kann vera ein bági fyri tilflytarar, ið ynskja at læra seg føroyskt ella taka eina útbúgving í Føroyum, nú teir óvæntað eisini skulu læra seg danskt. Sum heild eru tilflytarar ov lítið kunnaðir um støðuna hjá donskum í Føroyum. víst á ynski um málskeið fyri tilflytarar á hægri stigi enn fólkaskúla, t.d. miðnáms- skúlastigi, sum er førleikagevandi til framhaldsútbúgvingar. Kvøldskúlin í Tórshavn bjóðar út skeið í donskum fyri tilflytarar, men undirtøkan hevur ikki verið stór fyri hesum skeiðinum seinastu tvey árini. Yvirhøvur er áhugin fyri víðkaðu skeiðunum, nógv minni enn byrjanarskeiðini í føroyskum. Ein av orsøk- unum til hetta er, óivað vantandi orka hjá tilflytarunum at seta tíð av til hetta í gerandisdegnum. National Qualification Framework (NQF) Eitt, sum hevur stóran týdning í mun til tilflytarar á arbeiðsmarknaðinum, er, at Føroyar fáa gjørt og sett í verk sonevnda National Qualification Framework (NQF), sum er ein rammuskipan at meta um útbúgvingar og førleikar. Tá hetta er sett í verk, verða greiðari mannagongdir at meta um og góðkenna tær útbúgvingar, sum tilflytarar hava ognað sær, áðrenn teir eru komnir til landið. í mun til integratión fer hetta at hava stóran týdning, tí flestu tilflytarar hava annaðhvørt útbúgving ella royndir, sum tey í nógv størri mun enn áður høvdu kunnað gagnnýtt, til frama fyri alt tað føroyska samfelagið. í dag eru eingi skipaði viðurskifti viðvíkjandi góðskriving av førleikum hjá tilflytarum. Summi venda sær til Yrkisdepilin við prógvum uppá yrkisútbúgvingar. Yrkisdepilin sendir síðan pappírini víðari til danska myndugleikan, sum ger eina meting av útbúgvingini í mun til samsvarandi donsku útbúgvingina. Viðgerðar- tíðin er í flestu førum umleið 2-3 mánaðir. Onnur venda sær til Mentamálaráðið um at góðkenna útbúgvingar, sum eru tiknar í teirra heimlandi ella øðrum landi. Ment- amálaráðið viðger Námsfrøðiligu útbúgvingarnar í samstarvi við Fróðskaparsetrið. Ein stórur bólkur av tilflytarunum hevur útbúgving, og tískil átti tað ikki at verið neyðugt hjá teimum at nýta fleiri ár á skúlabonki, um tey fáa nýtt førleikar og útbúgving, ið tey hava frammanundan. Harumframt er ein partur av tilflytarum sera illa fyri útbúgvingarliga og hava avmarkaða skúlagongd, áðrenn teir eru fluttir til Føroya. Hesir tilflytarar hava bráðfeingis tørv á at fáa tilboð um útbúgving, eisini fyri ikki at vera lítilsgjørdir í føroyska samfelagnum. Tilflytarar, ið hava tikið lut á verandi málskeiði í føroyskum fyri útlendingar, hava Vaksnamannaútbúgvingar í Norðurlondum í hesum parti verður greitt frá, hvørjar skipanir finnast í øðrum Norðurlondum, sum serliga eru ætlaðar vaksnum, og hvørjar framtíðarætlanir byggja støði undir lív- langari læring og vaksnamannaútbúgving í londunum rundan um okkum. Norðurlond hava yvirskipaðar ætlanir viðvíkjandi lívlangari læring og vaksna- mannaútbúgving, sum eru í samsvari við Lissabon-sáttmálan12 hjá ES, hóast bara trý av Norðurlondunum eru limir í ES.13 Felags fyri hesi Norðurlond er eisini, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava verið við, bæði at tilevna politikkin, umframt at teir hava tikið lut í sjálvari verksetanini. í Norðurlondum hevur lívlong læring fyri øll verið sædd sum ein politisk megin- regla síðan 1995, tá ein frágreiðing hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum viðvíkjandi lívlangari læring varð almannakunngjørd. ES tekur hugtakið lívlang læring til sín við Lissabon-ætlanini í 2000. Ætlanin við skipaðari lívlangari læring var at økja um búskaparliga vøksturin og kappingarførið, økja um arbeiðsfjøldina, stuðla undir sosiala integratión o.s.fr. ES heitti í 2004 á limalondini um at gera tjóðarætlanir fyri lívlanga læring.14 í 2010 samtykti ES eina nýggja langtíðarætlan viðvíkjandi útbúgving, kallað ET 202015. ET 2020 hevur fýra langtíðarmál: 1) verksetan at lívlangari læring, 2) meira dygd og størri effektivitet í útbúgvingunum, 3) líka rættindi fyri øll, sosial samhoyr- ing og virkin borgaraskapur, 4) umframt mál um at kveikja íverksetaramentalitet, kreativitet og innovatión á øllum útbúgvingarstigum. Til ætlanina hevur ES sett upp nakrar grundleggjandi fortreytir, sonevnd benchmarks, sum skulu vera rokkin áðrenn 2020. á vaksnamannaútbúgvingarøkinum er eitt mál, at í minsta lagi 15 % av øllum vaksnum skulu luttaka í lívlangari læring. Londini í ES hava drúgvar royndir við vaksnamannaútbúgving og lívlangari læring. í Norðurlondum hava øll londini eisini serligar skipanir til vaksin, sum fara undir útbúgving. Londini hava havt yvirskipaðar politiskar ætlanir í mun til vaksna- mannaútbúgving og lívlanga læring, sum greitt boða frá tí týdningi, vaksna- mannaútbúgving og lívlang læring hava fyri samfelagið sum heild og tann einstaka borgaran. Danmark í Danmark eru serligar skipanir, ætlaðar persónum 25 ár og eldri, ið fara undir útbúgving. Øll 25 ár og eldri kunnu verða førleikamett, áðrenn tey fara undir eina arbeiðsmarknaðarútbúgving, yrkisútbúgving ella miðnámsútbúgving. . 12  Lissabon-sáttmálin er sáttmálin um Evropasamveldið, sum varð undirskrivað í Lissabon 13. desember 2007 og kom í gildi 1. desember 2009: https://en.wikipedia.org/wiki/Treaty_of_Lisbon . 13  Norðurlond eru í hesum samanhanginum Danmark, Norra, Svøríki, ísland og Finnland. . 14  Effektive strategier for livslang læring i de nordiske lande, Nordisk Ministerrad, 2011. . 15  ET 2020 stendur fyri Education & Training: http://ec.europa.eu/education/policy/strategic- framework_en. Sí videobrot her: http://ec.europa.eu/assets/eac/education/gallery/videos/et2020_en.mp4 29 Persónar 25 ár og eldri, kunnu fara í vaksnamannalæru við løn, sum er hægri enn vanlig lærlingaløn. Til ber at taka útbúgvingar á fólkaskúlastigi, miðnámsskúla- stigi, akademiútbúgvingar, arbeiðsmarknaðarútbúgvingar (AMU) og nakrar fram- haldsútbúgvingar við stuðuli frá STUV (Statens Voksenuddannelsesstøtte) og VEU (Voksen- og Efteruddannelse). Fíggingin til skipanirnar kemur úr ríkiskassanum, úr førleikagrunnum (kompetencefonde), úr AUB, og í nøkrum førum við brúkara- gjaldi. Fíggingin til lærlingar við vaksnamannaløn, og fyri allar yrkisútbúgvingar annars, kemur við AUB-íkasti, sum er eitt lógarásett gjald, sum allir almennir og privatir arbeiðsgevarar í Danmark rinda. AUB krevur inn 2.837 krónur árliga frá øllum arbeiðsgevarum í Danmark fyri hvørt fulltíðarsett starvsfólk. Endamálið við gjaldinum er at fremja útboðið av læruplássum á yrkisútbúgvingarøkinum við fíggjarligari stimbran og við at javna útbúgvingarkostnaðin millum allar arbeiðs- gevarar. Ein partur av gjaldinum, umleið 455 kr. fyri hvørt fulltíðarsett starvsfólk, fer til VEU-íkast (Voksen- og efteruddannelsesbidrag). íkastið fatar um útreiðslurnar til VEU-endurgjald, umframt møguligan flutning, kost og innivist, um undirvísingin fer fram langt frá bústaðnum. VEU-endurgjaldið verður antin útgoldið til starvs- fólkið fyri mista arbeiðsinntøku, ella útgoldið til arbeiðsgevaran, um arbeiðsgevarin rindar løn til starvsfólkið í skúlatíðini.16 AUB er ein samhaldsføst skipan millum allar privatar og almennar arbeiðsgevarar, sum skal fremja útboðið av læruplássum á yrkisútbúgvingarøkinum, við at stuðla fíggjarliga og við at umfordeila kostnaðin av útbúgvingunum. Søguliga er AUB- gjaldið komið, tí ráðharrin í arbeiðsmarknaðarmálum í størri mun ynskti, at arbeiðsgevararnar á privata arbeiðsmarknaðinum skuldu vera við til at gjalda fyri at útbúgva arbeiðsmegina. AUB-íkastið verður brúkt til endurgjald fyri lønarútreiðslur (80 %) meðan lær- lingurin er í skúla, stuðul til ferðing meðan lærlingurin er í skúla, veiting til lærling- ar, sum fara í skúlapraktik, íkast til lærutíð uttanlands og tílíkt. í AUB-íkastinum liggur eisini VEU-gjaldið frá arbeiðsgevarunum (Voksen- og efteruddannelse), sum er endurgjald til arbeiðsgevara, tá starvsfólk fara undir eina arbeiðsmarknaðar- útbúgving. Ein skipan í Danmark, sum eisini føroyingar hava brúkt, er stakgreinalestur í lærugreinum á miðnámsskúlastigi í skipanini GSK. Skeiðini eru heilárs-, hálvárs- ella summarskeið, og til ber at taka upp til tríggjar lærugreinar á hálvárs- ella heilárs- skeiðunum. Undirvísing í 16 tímar um vikuna gevur rætt til lestrarstuðul (SU), og lestrarstuðulin, sum verður brúktur til hesi skeiðini, telur ikki við í samlaðu SU- klippunum, sum hvør einstakur hevur rætt til. Ein onnur skipan í Danmark er GIF (Gymnasiale Indslusningsforløb for flygt- ninge og indvandrere). Við hesari skipanini hava tilflytarar og flóttafólk møguleika at taka lærugreinar á gymnasialum miðnámi. Skeiðini taka eitt ár, eru ókeypis, og til ber at fáa SVU ella SU í skúlatíðini. Danska vaksnamanna- og eftirútbúgvingarskipanin er væl útbygd, og talið av dønum, sum luttaka, er í hægra endanum, samanborið við hini OECD-londini18. í seinastu tríparta-samstarvsavtaluni Trepartsaftale om styrket og mere fleksibel voksen-, efter- og videreuddannelse (2018-2021) eru partarnir, sum varða av arbeiðsmarknaðinum, komnir ásamt um at gera atgongdina til vaksna- manna- og eftirútbúgvingar einfaldari, við at hava ein felags pall, har tilmeldingar til bæði vaksnamannaútbúgving og eftirútbúgving fer fram. Eisini verður við nýggju avtaluni meira miðvíst roynt at miða úrvalið av eftirútbúgvingarmøgu- leikum eftir førleikatørvinum á arbeiðsmarknaðinum. Noreg Hugsanin við góðum útbúgvingarmøguleikum og lívlangari læring stendur ovarlaga í norska eftirútbúgvingarpolitikkinum. Vaksin 25 ár og eldri, sum hava lokið eina útbúgving á ISCED 2-stigi, hava rætt til at verða førleikamett í sambandi við at tey søkja um upptøku á einari útbúgving á ISCED 3-stigi 19. Mett verður um førleikar í mun til ásettu førleikamálini fyri útbúgvingina. Førleikametingin kann geva atgongd til útbúgvingina og stytting av lærutíð/útbúgvingartíð. Meginreglan er, at vaksin eldri enn 25 verða tikin upp til serstakar útbúgvingar, ið eru ætlaðar vaksnum. 18 OECD, Felagsskapur fyri samstarv og menning (Organization for Economic Cooperation and Development). 19 ISCED-3 svarar til miðnámsstøði gymnasialt miðnám og yrkisnám umframt okkara heilsurøktaraútbúgving. Erhvervs- akademiuddan- nelser m.v. Erhvervsfaglige uddannelser Professions- bachelor- uddannelser m.v. Kandidat- uddannelser Universitets- bachelor- uddannelser Gymnasiale uddannelser Master- uddannelser Diplom- uddannelser Akademi- uddannelser Integrations- grund- uddannelse (IGU) Arbejds- markeds- uddannelser (AMU) Ordblinde- undervisning (OBU) Højere for- beredelses- eksamen (HF) Almen voksen- uddannelse (AUV) Forberedende- voksen- undervisning (FVU) Yvirlitið omanfyri er ein samanbering millum bygnaðirnar í teirri vanligu útbúgv- ingarskipanini og teirri serstøku vaksnamannaútbúgvingaskipanini í Danmark.17 Fíggjarliga grundarlagið undir yrkisútbúgvingum og vaksnamanna- og eftirú- tbúgvingum (VEU) í Danmark, er Arbejdsmarkedets Uddannelsesbidrag (AUB). 30 31 16 17 Frá 1. januar 2018 er er ætlanin at gera broytingar í AUB-gjaldinum samsvarandi trípartaavtaluni frá 2016. Ætlanin er at gera AUB-gjaldið tengt at læruplássinum. https://www.uvm.dk/uddannelsessystemet/overblik-over-det-danske-uddannelsessystem/voksen- og-efteruddannelsessystemet 32 33 Øll vaksin 25 ár og eldri, sum eru liðug við grundskúlan, men sum ikki hava tikið eina miðnámsútbúgving á ISCED 3-stigi, hava rætt til at taka eina slíka útbúgving. Vaksin skulu í fyrsta umfari fylgja útbúgvingargongdum, sum eru serliga ætlaðar vaksnum. Tey, sum eru yngri enn 25 ár, hava eisini rætt til at taka útbúgving á ISCED 3-stigi, og hava tískil øll rætt til at taka útbúgving á ISCED 3-stigi. Skilt verður ímillum, um persónur hevur ungdómsrætt ella vaksnamannarætt undir útbúgv- ingini. Hetta hevur ávirkan á, hvør stuðul verður latin, og hvørjum reglum søkt verður um upptøku eftir, umframt um ein hevur rætt til at vera førleikamettur, sum bert er møguligt, um ein hevur vaksnamannarætt. Lestrarstuðul í norsku skipanini verður útgoldin sum lán, og verður ein partur av láninum umlagdur til stuðul, um útbúgvingin verður lokin sambært ætlan. Lærlingar fáa lærlingaløn undir útbúgvingini, men kunnu harumframt søkja um lestrarstuðul/-lán. Tó verður stuðulin mótroknaður um lærlingalønin kemur upp um eitt ávíst. Finnland í Finnlandi kunnu tey, sum ikki lúka krøv til upptøku á einari útbúgving verða førleikamett, ella um viðkomandi metir seg hava førleikar í mun til útbúgvingina, ber eisini til at verða førleikamettur. Finnland hevur vaksnamannamiðnám sum vendir sær til vaksin í arbeiði, sum ynskja at gera eina fólkaskúla- ella miðnáms- skúlaútbúgving lidna. Luttakarnir skulu helst vera fyltir 18 ár. Næmingurin kann sjálvur velja, um hann vil taka allar lærugreinarnar á útbúgvingini, ella staklæru- greinar. Tekur næmingurin eina fulla miðnámsskúlaútbúgving verður ein undir- vísingarætlan løgd fyri tann einstaka, eftir eina førleikameting. Hetta merkir eitt nú, at ein næmingur við góðum førleikum í enskum, kann fáa góðskrivaðan ein part av undirvísingini í enskum. í nøkrum førum ber til hjá vaksnum at fara upp til mið- námsroynd, uttan at hava fylgt undirvísingini í øllum fakunum, sum annars eru kravd fyri útbúgvingina. í vinnurættaðu útbúgvingunum verður áherðsla løgd á, at útbúgvingin byggir víðari á verandi førleikar, og í grundini kunnu øll fara upp til próvtøku í einari vinnurættaðari grein. Hetta verður kallað fristaende examina. At verða førleika- mettur er ein sjálvsagdur partur av tilgongdini, tá ið vaksin í Finnlandi fara undir eina útbúgving. Eftir førleikametingina verður ein undirvísingarætlan gjørd. Vaksin, sum lesa fulla tíð á ISCED 3-stigi í Finnlandi fáa lestrarstuðul, sum er 1.835,- kr um mánaðin fyri vaksin 20 ár og eldri. Umframt hetta ber til at fáa fíggjarligan stuðul frá ríkinum til ymiskt, ið viðvíkur skúlapartinum av útbúgvingini. Lærlingar fáa løn frá arbeiðsgevara undir útbúgving, og arbeiðsgevarin kann fáa endurgjald frá ríkinum. Vaksin, sum í minsta lagi hava verið í arbeiði í 8 ár, harav 1 ár á núver- andi arbeiðsplássi, og sum ynskja at taka eina yrkisrættaða útbúgving, hava møgu- leika at søkja um ein serstakan útbúgvingarstuðul til vaksin úr einum útbúgvinga- rgrunni. Hesin stuðulin kann vera latin vaksnum í upp til 18 mánaðir, sum ikki fáa løn ella annan stuðul undir útbúgvingini. Upphæddin svarar til arbeiðsloysis- stuðulin í Finnlandi, og verður roknað við støði í lønini. Svøríki í Svøríki hava tey skipanina komvux, sum serliga er ætlað vaksnum. Skipanin er býtt í trý økir: kommunal vaksnamannaútbúgving (komvux-gy), serlig vaksna- mannaútbúgving (sarvux), ið er ætlað fólki við serligum tørvi, harumframt undirvísing í svenskum fyri tilflytarar SFI. í Svøríki hava kommunurnar ábyrgd av vaksnamannaútbúgvingum, og tí er ymiskt, frá einari kommunu til aðra, hvør møguleikin er fyri at taka vaksnamanna- útbúgving, og hvussu nógvir pengar verða settir av til hetta. Vaksin við stuttari útbúgving og tískil størsta tørvinum, verða raðfest fyrst. Vaksnamannaútbúgv- ingarnar verða bodnar út við skeiðum, og ein undirvísingarætlan verður gjørd til tann einstaka. Endamálið kann bæði vera at taka eina heila miðnámsútbúgving ella nakrar einstakar lærugreinar, soleiðis at viðkomandi kann fara víðari í útbúgvingarskipanini. í Svøríki kunnu tey, sum fara undir eina vaksnamannaútbúgving verða førleikamett. Eisini her kann tað vera ymiskt frá einari kommunu til aðra, í hvønn mun førleikameting verður brúkt, hvørt førleikamett verður innan yrkisútbúgv- ingarnar og miðnámsútbúgvingarnar á ISCED 3-stigi o.s.fr. Førleikametingin hevur sum oftast við sær, at útbúgvingartíðin verður stytt. Ongar treytir verða settar til aldur og arbeiðsroyndir hjá teimum sum verða førleikamett, men ein skal vera fyltur 20 ár fyri at koma undir vaksnamannaútbúgvingarskipanina. Lestrarstuðulin til vaksnamannaútbúgvingarnar er býttur sundur í stuðul og lán. í 2013 var tann samlaða mánaðarliga lestrarstuðulsupphæddin 7.759 dkk, harav vóru kr. 2.432 dkk stuðli. Fyri vaksin, 25 ár og eldri, er samlaða upphæddin tann sama, men stuðulin er lutfalsliga størri í mun til lánið. Eisini ber til at taka eina yrkisútbúgving sum vaksnamannaútbúgving í Svøríki, við skipanini yrkesvux sum eru yrkisrættaðar vaksnamannaútbúgvingar, ið er ætlaðar teimum, sum ikki hava eina miðnámsútbúgving og teimum, sum vantar lærugreinar á miðnámsstigi. Kommunurnar kunnu fáa stuðul at útbúgva vaksin innan eina yrkisrættaða vaksnamannaútbúgving. Størsta undirvísingarvirksemið innan yrkesvux hevur verið innan heilsurøktar- og umsorganarøkið. Serlig lærlingaskipan fyri vaksin finst eisini í Svøríki. Aldurskravið er somuleiðis 20 ár, og tað er ein fyrimunur fyri upptøku um umsøkjarin hevur starvsroyndir, men er ikki eitt krav. ísland Síðan fíggjarkreppuna 2008-2011 og tað arbeiðsloysið, sum stóðst av kreppuni, hevur stórur dentur verið lagdur á at útbúgva, førleikamenna og umskúla arbeiðs- styrkina í íslandi. Serligur dentur hevur verið lagdur á útbúgvingar til vaksin, sum ikki hava útbúgving frammanundan. í íslandi er eitt serligt vaksnamannamiðnám fyri lesandi, sum eru fylt 20 ár. Tey lesandi fylgja tí sama undirvísingarinnihaldinum, sum tey, ið ganga í vanligum miðnámi. Tað serliga við hesum miðnámi er, at undirvísingin fer fram seinnapartar og um kvøldarnar, og tey vaksnu skulu bara fylgja undirvísingini helvtina av tíðini, í mun til vanligt miðnám. ístaðin verður dentur lagdur á, at tey vaksnu skulu arbeiða sjálvstøðugt. Sum heild er undirvísingarskipanin í íslandi liðilig. útbúgvingar kunnu takast fulla tíð ella parttíð, og góðir møguleikar eru fyri fjarundirvísing. Próvtøka kann eisini takast umvegis netið, í nógvum førum. Vaksnamannamiðnám er ætlað sum parttíðarlesnaður, men vaksin kunnu eisini velja vanligt miðnám og lesa fulla tíð. Ein onnur skipan í íslandi, sum serliga er ætlað vaksnum, er fyrireiking til upptøku til hægri lestur (frumgreinadeild). Skipanin virkar sum millumliður millum yrkis- útbúgvingar og verkfrøði og aðrar útbúgvingar á hægri háskúlastigi, og sum millumliður til útbúgvingar sum jura og samfelagsfrøði, umframt náttúruvísinda- ligar og hugvísindaligar útbúgvingar fyri ófaklærd og faklærd. Skipanin er serliga ætlað vaksnum, sum eru fylt 25 ár. Harumframt er ein skipan, sum virkar sum ískoytisútbúgving til miðnám, ið skal gera tað lættari hjá vaksnum við yrkisútbúgving at verða tikin upp til hægri útbúgving. útbúgvingin tekur frá 1,5 til 2 ára lestur fulla tíð. Sosial- og heilsuútbúgvingar eru væl umtóktar í íslandi, og ein serlig skipan fyri vaksin er eisini innan hesar útbúgvingar. Aldurskravið er 22-25 ár og trý til fimm ára viðkomandi starvsroyndir eru kravdar. Tey, sum taka hesar útbúgvingar sum vaksnamannaútbúgving fáa ein part av undirvísingini góðskrivaðan. Luttakararnir skulu taka 83 í staðin fyri 120 lestrarstig20. Endaliga prógvið er á sama stigi sum hjá teimum við vanligum prógvi. Annars verður dentur lagdur á góðskriving av førleikum innan nærum allar útbúgvingargreinar í íslandi. Lógargrundarlagið undir førleikameting kom í 2008 viðvíkjandi umgdómsútbúgvingum og í lóg um vaksnamannaútbúgvingar í 2010, har ið eisini dentur varð lagdur á týdningin av vegleiðingini. Øll vaksin, uttan mun til um talan er um lestrarfyrireikandi ella yrkisrættaða útbúgving, hava rætt til at verða førleikamett ella at fáa ein part av undirvísingini góðskrivaðan. í 2011 gjørdist tað møguligt hjá arbeiðsleysum at taka eitt semestur á ISCED 3- stigi ella á hægri háskúlastigi og samstundis varðveita arbeiðsloysidagpeningin. Annars eru stuðulsmøguleikarnir avmarkaðir hjá vaksnum, sum taka eina útbúgv- ing á ISCED 3-stigi. Luttakarar á lestrarfyrireikandi útbúgving fáa ikki stuðul undir útbúgvingini og hava heldur ikki møguleika at taka lán, tó eru nøkur undantøk.21 Innan yrkisútbúgvingar verður løn latin í verkligu lærutíðini. Luttakarar á góð- kendum yrkisrættaðum útbúgvingum kunnu søkja um lán frá íslendska ríkinum, eftir at hava tikið tvey semestur av útbúgvingini. í 2012 var satsurin 29.882 dkk fyri hvørt semestur, umframt eina upphædd til at keypa undirvísingartilfar fyri. Harumframt hava fyritøkur og stovnar møguleika at fáa samsýning fyri at taka ímóti lærlingum og starvslesandi gjøgnum ein útbúgvingargrunn Vinnustaða- námssjóður. í 2010 varð lóg um vaksnamannaútbúgvingar sett í gildi í íslandi. Høvuðsenda- málið við hesi lóg er at útbúgva fólk við lítlari útbúgving. ísland hevur ein málsetn- ing um at minka um talið av fólki, sum ikki hava útbúgving á ISCED 3-stigi, frá 30 %, sum talið var í 2013, niður í 10 % í 2020. Eitt stórt stig á leiðini at skipa førleikameting í íslandi varð tikið, tá ið útbúgvingarmiðdepilin (Fræðslumiðstøð Atvinnulífsins) varð settur á stovn í 2012. Fakfeløg, tað almenna og arbeiðsgevarar eiga í felag stovnin, sum er ein arbeiðsmarknaðarútbúgvingarstovnur, ið hevur til endamáls at samskipa førleikameting, førleikamenning og vegleiðing. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava tískil ein leiklut, tá støða skal takast til, hvørjum útbúgvingum, førleikamett verður í. Grønland í 2010 høvdu bert 20,9 % av fólkinum eldri enn 16 ár eina útbúgving á ISCED 3- stigi. Tí hevur stórur tørvur verið á at útbúgva vaksin í Grønlandi. Tað er tó trupult at hava útbúgvingar í Grønlandi, sum beinleiðis eru ætlaðar vaksnum, tí trupult er at fáa nóg nógv at taka lut. í 2005 varð ein serlig miðnámsútbúgving fyri vaksin stovnað. útbúgvingin tók eitt ár ístaðin fyri trý ár, sum útbúgvingin annars tekur. 3 ára viðkomandi starvs- royndir vóru kravdar fyri at kunna luttaka, umframt at tey lesandi skuldu vera fylt 23 ár. Vanligur lestrarstuðul varð latin. Tó varð hetta tilboð tikið av skrá í 2016 aftan á eina eftirmeting, har staðfest varð, at útbúgvingin ikki gav teimum lesandi teir neyðugu førleikarnar, sum kravdust, fyri at fara undir víðari útbúgving. í august 2017 byrjaði ein nýggj royndarætlan við einari miðnámsútbúgving til vaksin, sum eftir ætlan skal avloysa gomlu skipanina. Nýggja útbúgvingin tekur 2 ár, og kunnu tey lesandi tískil fáa meira undirvísing og fara ígjøgnum eitt størri pensum. Málbólkurin er lesandi, eldri enn 23 ár, við royndum frá útbúgving ella arbeiði. Harumframt verður eisini arbeitt við møguleikanum at seta e-/fjarundirvísing á stovn fyri sama málbólk, umframt fyri ung. Vaksin eru ofta bundin at familju umframt fíggjarligum skyldum. Møguliga hava tey bústað aðrastaðni enn í teimum býunum, har ið undirvísingartilboðini eru. Møguligt er eisini at gerast vaksnamannalærlingur í Grønlandi. Aldurskravið at fara í vaksnamannalæru í Grønlandi er 30 ár, og 3 ára arbeiðsroyndir eru kravdar. Endaliga prógvið hjá einum vaksnamannalærlingi er tað sama, sum hjá øðrum lærlingum. Ein trupulleiki í Grønlandi hevur verið, at lutfalsliga nógv eru, sum starvast ófaklærd/óútbúgvin, eitt nú í fólkaskúlum, serliga úti á bygdunum. Síðan 2010 hevur ein málsetningur verið at førleikamenna tey, sum starvast sum lærarar og ikki hava útbúgving. í 2012 var talið av lærarum, sum undirvístu í fólkaskúlum á bygd, og sum ikki høvdu útbúgving, 50 %, og í restini av landinum var talið 12 %22. í Grønlandi byrjaði førleikameting í 2010, og endamálið við førleikametingini hevur í fyrsta umfari verið at førleikameta ófaklærd, við tí fyri eygað, at tey skulu kunna fara undir eina yrkisútbúgving. Ein verkætlan í Grønlandi, sum vendir sær til ófaklærdu arbeiðsstyrkina og tey, sum starvast innan hóttar starvsgreinar, er PKU (Projekt Kompetenceudvikling for Ufaglærte). Verkætlanin, sum verður stýrd av Departement for Erhverv og 34 35 20 21 ísland hevur eina serstaka skilmarking av ECTS- stigum. Uddannelse for voksne, Nordisk ministerrad, 2013. 22 Uddannelsesplan II, 2016, Departementet for Uddannelse, Kultur, Forskning og Kirke Grønlands regering 36 37 Arbejdsmarked, vendir sær til ófaklærd yvir 25 ár. Málbólkurin er í fyrsta umfari arbeiðsleys og ófaklærd, sum eru hótt av arbeiðsloysi. Miðað verður ímóti at útbúgva hesi innan starvsgreinar, sum eru í vøkstri, har arbeiðsmarknaðurin hevur tørv á arbeiðsmegi, eitt nú í byggivinnuni, ráevnisídnaðinum og ferðavinnuni. Skeiðini eru í trimum ella fýra modulum, sum vara í 5 dagar. Luttakarnir fáa goldið uppihalds- og ferðakostnað, og arbeiðsgevarin kann søkja um lønarendurgjald. Vaksnamannaútbúgving í Føroyum í dag Vit hava sum er ikki skipaða vaksnamannaútbúgving í Føroyum, so sum vit annars kenna frá grannalondum okkara. Kortini hava vaksin og tilkomin møguleika at taka útbúgving á jøvnum føti við aðrar borgarar í landinum. Tó kann tað vera tungt og óhøgligt hjá einum vaksnum forsyrgjara at fara undir eina útbúgving ella førleika- menning yvirhøvur, um hann ella hon samstundis skal svara allar sínar fíggjarligu skyldur, uttan at fáa umstøður ella náðir til hetta. Her er tað, at ein skipan við vaksnamannalæru og førleikamenning í roynd og veru kann gera mun. í hesum sambandi er vert at vísa á, hvørji tilboð um vaksnamannalæring og førleikamenning, vit hava í Føroyum í dag. Fyrireikingarbreyt Fyrireikingarbreytin er ein almennandi og lestrarfyrireikandi útbúgving, ið fevnir breitt um fleiri evni. Fyrireikingarbreyt er tað, sum fyrr kallaðist HF (Hægri Fyri- reiking) og vendir sær serliga til tilkomin, sum taka eina miðnámsútbúgving eftir at hava havt ein steðg frá skúlanum. HF byrjaði í Danmark 1966, tí ynski vóru um eitt útbúgvingartilboð til tey mongu vaksnu, sum ongantíð høvdu tikið miðnámsút- búgving, og er sostatt eitt av fyrstu tilboðunum, sum hevur havt til endamáls, at fáa vaksin at taka útbúgving. Fyrirekingarbreytin er serliga ætlað teimum sum vilja lesa víðari ella taka eina styttri ella miðallanga útbúgving. Fríðtíðarundirvísingarskipanin og fólkaupplýsing Mentamálaráðið hevur skipaða undirvísing fyri vaksnum innan frítíðarundirvísing- ina. Eisini innan vinnu- og miðnámsskúlar, t.d á heilsuskúlanum, kokkaskúlanum og tekniska skúla luttaka vaksin. Endamálið við vaksnamannalæring innan frítíðarundirvísingina er í høvuðs- heitum at virka fyri at veita borgarum í øllum aldri tilboð um læring og eisini eitt fjølbroytt virksemi í frítíðini, so borgarin hevur møguleika at skapa sær eitt inni- haldsríkt lív og møguleika at styrkja sín kunnleika og førleika á ymiskum økjum. Hetta er tað, sum vit ofta undir einum kalla fólkaupplýsing. Dentur verður lagdur á at geva teimum, sum hava lítla ella onga útbúgving, eitt undirvísingartilboð, og møguleikan hjá ungdómi og vaksnum at taka eina miðnámsútbúgving ella hægri útbúgving. Eisini verður arbeitt við at menna og skipa útbúgving í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum fyri útlendingar í Føroyum. Skipað verður bæði fyri styttri innleiðsluskeiðum og drúgvari skeiðum, grundskeiðum og framhalds- skeiðum. ítøkilig átøk innan fólkaupplýsing eru m.a.: 38 39 Skeið í lesing og skriving fyri teimum, ið vantar førleika á hesum øki Orðblindaundirvísing, sum er skipað í 7 økjum kring landið 10. floksprógv fyri vaksnum, ið ikki hava samsvarandi førleika HF-stakgreinalestur fyri vaksin, ið ikki hava eina miðnámsútbúgving Grundskeið í landbúnaði, sum er treyt fyri at kunna átaka sær eitt festi Dugnaskapsroynd í sigling, sum gevur rættindi at føra skip upp til 100 tons og út á 200 fjórðingar, dugnaskaparroynd í motorlæru, skeið í lívbjarging og S.R.C./VHF skeið. Eisini verður skipað fyri serligari dugnaskaparroynd fyri frítíðarsiglarum. Av tí at royndir vísa, at lesiførleikin ikki er nøktandi, eru fleiri eftirútbúgvingar settar í verk fyri at geva lærarum førleika at menna lesiførleikan hjá børnum, ungdómi og vaksnum í frítíðarundirvísingini, fólkaskúlanum og vinnu- og miðnámsskúlum. Bæði í arbeiðinum at menna lesiførleikan hjá vaksnum og í undirvísing fólkaskúl- ans hevur tað víst seg at vera eitt ávíst tal av børnum/vaksnum, sum eru orðblind/ hava dysleksi. Tí er orðblindaundirvísing skipað, bæði í fólka-, vinnu- og miðnáms- skúlum og í frítíðarundirvísingini. Harumframt eru nógv tilboð innan kreativar/musiskar lærugreinar, bæði fyri vaksin, børn og ungdóm, sum, hóast tær ikki eru førleikagevandi, eru grundleggj- andi fyri at geva fólki eitt innihaldsríkari lív, og fakligan íblástur til víðari læring og heimaídnað, serliga innan tónleik og handaligar lærugreinar, umframt lívsstílslæru- greinar innan kost og rørslu. Stakgreinarlestur í kvøldskúlunum Kvøldskúlarnir í Føroyum bjóða stakgreinarlestur í nøkrum lærugreinum. Hesi skeið eru tó skipað sum vanlig kvøldskúlaskeið við luttakaragjaldi, og skeiðini vara ein vetur. Kvøldskúlin í Tórshavn hevur eftirlýst møguleikanum at bjóða skeiðini út sum hálvárs- ella summarskeið, við møguleika fyri at fáa lestrarstuðul. Til ber at taka stakgreinar á miðnámsstigi á nøkrum kvøldskúlum í Føroyum. Nakrar treytir í mun til lokið útbúgvingarstig í fólkaskúlanum verða settar. Lýkur umsøkjari ikki hesar treytir, kann hann tó, um hann er nóg gamal og verður mettur at hava fakligan førleika, ið svarar til fólkaskúlaprógv, verða upptikin til fakið. Eisini bjóðar kvøldskúlin royndarfyrireikandi undirvísing í 10. flokki, sum endar við próvtøku. Møguleiki er at taka HF-stakgreinalestur í kvøldskúlaskipanini. Lærugreinarnar, sum verða bjóðaðar á kvøldskúlunum eru støddfrøði á A- og B-stigi, evnafrøði á C- stigi og sálarfrøði á C-stigi. Málbólkurin til stakgreinalestur eru vaksin, sum ikki hava tikið hesar greinar á miðnámi, ella vilja betra próvtølini í ávísum lærugreinum. Luttøkugjald er eitt krav, og tey, sum luttaka, fáa ikki lestrarstuðul. Leiðslan á Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúla metir, at hendan skipanin kundi verið gjørd meira smidlig, eitt nú við at hesi skeið vórðu kroyst meira saman, so at tey kundu verið tikin yvir eitt styttri tíðarskeið. Sum nú er, fara føroyingar til Danmarkar at taka hesar lærugreinar, og fáa lestrastuðul ímeðan. Grundarlag átti tískil at verið fyri at havt líknandi skeið í Føroyum, og tá kundu fólk sloppið undan at skula flyta til Danmarkar at taka hesar kravdu ella vantandi lærugreinar. Kvøldskúlarnir kunnu bjóða skeið í føroyskum fyri tilflytarar. Skeiðini koma undir skipanina serstøk frítíðarundirvísing og eru ókeypis. Hesi skeiðini eru væl vitjað, og mælt verður tilflytarum til at taka hesi skeiðini, tá teir flyta til Føroyar. Eisini eru serlig skeið í enskum fyri norðurlendskar tilflytarar, sum eisini eru ókeypis. Sum áður nevnt, er ein trupulleiki hjá tilflytarum í Føroyum, at teir duga ikki danskt. Danskt verður brúkt í ymiskum týðandi viðurskiftum í Føroyum, og er tað tí ein bági ikki at duga danskt. Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúli bjóðar skeið í donskum fyri tilflytarar. Hesi skeið eru tó ikki ókeypis, og ein treyt fyri at luttaka er, at viðkomandi dugir føroyskt. Tey bæði seinastu árini hava skeiðini verið boðin fram á kvøldskúlanum, men skeiðini hava tó ikki verið vegna vantandi undirtøku. Tó hevur hetta skeið fyrr verið sera væl umtókt, og eftirmetingin av skeiðinum hevur verið jalig. Lóg um yrkisskeið ella arbeiðsmarknaðarútbúgvingar í 2004 fingu vit løgtingslóg um yrkisskeið. Við hesi lóg var ætlanin at hjálpa einstaklingum at nøkta grundleggjandi krøv til førleika í vinnuni, at viðlíkahalda og menna verandi vinnuførleika, og at menna og viðlíkahalda ástøðiliga førleikan. Skeiðini sambært lóg um yrkisskeið fevna um skeið, sum skulu menna vinnuførleikarnar hjá tí einstaka luttakaranum, og skeið, sum bøta um møguleikarnar hjá tí einstaka at fáa útbúgving ella arbeiði. Skeiðini venda sær serliga til verkafólk, serarbeiðarar, starvsfólk við yrkisútbúgving, fólk við tøkningaútbúgving og onnur, ið kunnu javnsetast við hesi. Tað er ymist, hvussu tað hevur hilnast at skipa fyri yrkisskeiðum sambært lógini um yrkisskeið. Undirtøkan hevur sum heild verið lítil, eina mest tí skipanin hevur kenst umsitingarliga tung, luttøkugjald hevur verið kravt, skeiðini hava kostað í meira lagi, og einki endurgjald hevur verið latið fyri mista inntøku í skeiðstíðini. Yrkisskeið innan landbúnað, sum verður fyriskipað sambært lóg um frítíðarundir- vísing, hevur havt stóran áhuga hjá mongum. Hesi skeið vórðu upprunaliga ætlað sum uppstigan til bøndur, sum høvdu festi, men sum ikki høvdu kravdu útbúgv- ingina, ið nýggja lógin um festijørð álegði. Yrkisskeið innan landbúnað verða fyriskipað á Búnaðarstovuni, sum tekur serstakt gjald fyri skeiðsluttøku. Dugni 18 ára gomul og eldri, sum ikki hava fólkaskúlaprógv ella ynskja at betra próvtølini, hava møguleika at taka 9. floksprógv á skúlanum við áir, sum hoyrir undir sjálvsognarstovnin Dugna. Stovnurin arbeiðir í høvuðsheitum við endurbúgving, har endamálið, sambært viðtøkum stovnsins, er at vera arbeiðstarnaðum til hjálpar við framleiðslu, og annars at hjálpa avlamnum til arbeiðis. M.a. verður hetta gjørt við at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru starvstarnaðir, og við at skipa fyri arbeiðsvenjing og útbúgving. Málbólkurin hjá skúlanum við áir eru fólk við rørslutarni og lættari sinnisligum ella heilsuligum avbjóðingum. Tó stendur øllum í boði at søkja inn á skúlan. Endamálið er at menna fakligu og persónligu førleikarnar, so at tey lesandi kunnu 40 41 taka 9. floksprógv og soleiðis fáa møguleikar at fara undir eina førleikagevandi útbúgving. Ert tú vinnutarnaður, hevur tú møguleika at søkja um stuðul sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, ið Almannaverkið umsitur, og samstundis ganga í skúlan við áir og taka fólkaskúlaprógv. Tey, sum lesa á skúlanum við áir, og ikki eru ávíst gjøgnum Almannaverkið, hava rætt til stuðul gjøgnum Studna. Tey, sum taka 9. flokk á skúlanum við áir, eru bæði lesi- og skriviveik, orðblind, tilflytarar, og nøkur hava av ymiskum ávum ongantíð gjørt seg lidnan við fólka- skúlan, og ynskja at betra um fólkaskúlaprógvið. Felags fyri tey flestu er, at tey hava ikki tað yvirskot, sum skal til, fyri at taka 9. floksprógv í kvøldskúlanum ella einum vanligum fólkaskúla. Næmingarnir á skúlanum við áir taka allar kravdu lærugreinarnar og verða ikki førleikamettir í sambandi við útbúgvingina. Heilsuskúlin Ein føroysk útbúgving, sum nógvir tilkomnir føroyingar serliga kvinnur hava valt sær, er útbúgving innan heilsu, sum Heilsuskúli Føroya bjóðar. Heilsuskúlin heldur til á Skúladeplinum í Suðuroy. í kunningartilfarinum frá Heilsuskúlanum stendur, at útbúgvingarnar sum fevna um heilsuhjálpara og um heilsurøktara eru eitt tilboð, bæði til heilt ung og meira tilkomin. Treytin fyri at verða upptikin til heilsuhjálpara er 9. floksprógv umframt eitt árs arbeiðsroyndir, ella 10. floksprógv. Fyri at verða upptikin til heilsurøktara krevst útbúgving sum heilsuhjálpari ella onnur skúlagongd við í minstalagi trimum mánaðum viðkomandi starvsroyndum innan umsorgan og røkt. Tey, ið lesa til heilsuhjálpara ella heilsurøktara fáa stuðul frá Studna. á útbúgvingini til heilsuhjálpara ber til at søkja um at fáa part av útbúgvingini góðskrivaðan, um ein hevur í minsta lagi 3 ára viðkomandi starvsroyndir sum ófaklærdur innan heilsurøktarøkið. Styttingin av útbúgvingini er 3 mánaðir, ið svarar til tað eina starvsvenjingartíðarskeiðið, sum so fellur burtur. ALS Arbeiðsleys í ALS-skipanini hava møguleika at taka skeið í upp til tríggjar mánaðir meðan tey fáa stuðul úr ALS-skipanini. ALS hevur bert møguleika at víkja frá skylduni at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum í tríggjar mánaðir, og setir hetta avmarkingar á útboðið av skeiðum, sum kunnu veitast, og skeiðini verða av somu orsøk heldur ikki førleikagevandi. ALS hevur sóknast eftir einari útbúgvingarskipan, ið er ætlað arbeiðsleysum við ongari útbúgving, soleiðis at tey fáa brúkt tíðina, tey eru arbeiðsleys, til at førleika- mennast og at styrkja sína útbúgvingarligu støðu, eisini fyri at standa seg betur á arbeiðsmarknaðinum í framtíðini. ALS hevur havt samstarv við kvøldskúlaskipan- ina, har arbeiðsleys hava tikið 10. flokk. Eisini hevur verið møguligt at taka styttri førleikagevandi skeið gjøgnum ALS, um mett verður, at viðkomandi kann fáa eitt starv, tá hesir førleikar verða lagdir afturat. Tá talan er um at útbúgva ófaklærd í samstarvi við ALS, hevur ALS nevnt sum ein møguleika, at tá tey ófaklærdu, ið eru í starvi á einum virki, fara úr sínum starvi at taka eina útbúgving, kundu tey arbeiðsleysu í ALS-skipanini komið í hesi størv ímeðan. Sum er, er ikki møguleiki hjá einum sum er í ALS at nema sær førleikagevandi útbúgving við stuðli úr ALS-skipanini. Lóg um førleikameting í hinum Norðurlondunum verður stórur dentur lagdur á at laga útbúgvingartil- gongdina hjá einum vaksnum eftir teimum umstøðum, tann vaksni er í. Hini Norð- urlondini gera hetta við støði í tí grundsjónarmiði, at tað skal ikki vera neyðugt at útbúgva seg í tí, ein longu hevur lært, uttan mun til, hvar ein hevur lært ella ognað sær førleikarnar. Tí er tað so umráðandi at hava eina vælvirkandi skipan við før- leikameting, sum kann tryggja dygdina í teimum førleikum, sum tann vaksni einstaklingurin kann fáa góðskrivaðar. Og her eru vit í Føroyum komin væl áleiðis, bæði við lóg um førleikameting og tilhoyrandi kunngerð á økinum. Lóg um førleikameting fer at gera tað møguligt at verða førleikamettur innan allar útbúgvingar. Tó krevst nógv fyrireiking, áðrenn allar føroyskar útbúgvingar kunnu sigast at vera til reiðar at fara undir at førleikameta. Fíggjarligu fortreytirnar hjá vaksnum at fara undir útbúgving Arbeiðsbólkurin hevur umrøtt spurningin um, hvørt vaksin skulu fáa lønarendur- gjald ella ein hægri stuðul, tá ið tey fara undir eina útbúgving ella tá ið tey førleika- menna seg. Eingin niðurstøða er gjørd hesum viðvíkjandi. Sum er, hava vit ongar aðrar fíggjarligar skipanir enn tær vanligu, sum Studni í mestan mun umsitir. í Føroyum eru ongar skipanirnar, sum burturav venda sær til vaksin, og sum eggja vaksnum at fara undir útbúgving. í mun til hini Norðurlondini skal ein vaksin føroyingur í flestu førum undir eina vanliga útbúgvingartilgongd, har hann verður javnsettur við tey ungu, sum fara úr fólkaskúlanum í læru ella undir aðra útbúving. Tann vaksni fær tá lestrarstuðul á jøvnum føti við tey ungu. í grannalondum okkara eru fíggjarligir karmar lagdir fyri hetta slag av útbúgv- ingum, sum virka fyri at gera tað lættari hjá tilkomnum, ið ynskja at fara undir útbúgving. Harumframt fáa vaksin í hinum Norðurlondunum í nógvum førum serligan lestrarstuðul, sum er hægri einn vanligi lestrarstuðulin. Tó skal havast í huga, at vanligi lestrarstuðulin, sum vit hava í Føroyum og Danmark, er munandi hægri enn í hinum norðurlondunum, har lesandi í størri mun mugu taka lán. Serligi lestrarstuðulin, sum í hinum norðurlondunum verður veittur vaksnum, er við onkrum undantøkum ikki hægri enn føroyski lestrarstuðulin. Ein vaksnamannaútbúgvingarskipan skal vera áhugaverd hjá teimum vaksnu, sum onga útbúgving hava, og sum kundu hugsa sær útbúgving ella førleikamenn- ing. Eisini skal hon vera áhugaverd hjá virkjum og stovnum, sum hava brúk fyri at førleikamenna síni starvsfólk. Tann grundleggjandi faktorurin, at gera vaksnamannaútbúgvingarskipanina áhugaverda hjá avvarðandi pørtum, er at at fáa loyst tær fíggjarligu forðingarnar, ið vaksin ofta merkja, serliga í sambandi við útbúgving. í Føroyum hevur verið kjak í mong ár um, hvørt Føroyar skulu hava skipaða vaksnamannaútbúgving. Vaksnamannaútbúgving í Føroyum varð av álvara sett á dagsskrá tá ið NVL, sum er norðurlendska vaksnamannaútbúgvingarsamstarvið undir norðurlendska ráðharraráðnum, varð skipað23. í 2007 var fyrsta tiltakið í NVL- høpi í Føroyum, við ráðstevnu um lívlanga læring. Síðani tá hava fleiri tiltøk verið í Føroyum, eins og føroysk NVL-umboð javnan eru til tiltøk í NVL-høpi uttanlands. Arbeiðsøkini hjá NVL eru m.a.: Við lógini um førleikameting frá 2014 var eitt týdningarmikið stig tikið til at betra umstøðurnar hjá vaksnum í Føroyum at nema sær útbúgving, við tað at lóg um førleikameting varð sett í gildi. Ein annar liður í tilgongdini, er at skapa karmar fyri einari vaksnamannaútbúgv- ingarskipan í Føroyum. Uppihaldsgrundarlag hjá teimum, sum eru í útbúgving Tey, sum eru lesandi, hava rætt til lestrarstuðul frá Studna. Øll tey, sum ikki hava børn, hava einans rætt til upphæddirnar, sum eru ásettar í løgtingslógini um lestrarstuðul, meðan hjá teimum, sum hava børn, kemur uppihaldsgrundarlagið eisini frá øðrum skipanum, sum ikki eru tengdar at útbúgving. Lestrarstuðulin til miðnám er 3.815 kr. um mánaðin, meðan stuðulin til hægri lestur og styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar er 4.315 kr. um mánaðin.Tey, sum hava børn, fáa umframt hægri lestrarstuðul, sum nevnt eisini stuðul frá øðrum skipanum. Barnastuðul er hesin (allar upphæddirnar eru ikki skattskyldugar): Barnastuðul frá Studna, sum er 1.000 kr. fyri hvørt barni. Eitt par við børnum, har bæði eru lesandi, hava tó ikki bæði rætt til barnastuðul.Stuðul frá Studna til einsamallar uppihaldarar, sum er 1.532 kr. um mánaðin (ikki pr. barn). Barnafrádráttur - Lesandi við børnum, sum ikki hava skattskylduga inntøku, fáa barnafrádráttin útgoldnan (einaferð um árið). í 2017 er barnafrádrátturin í miðal 13.182 kr. um árið fyri hvørt barnið, ið svarar til uml. 1.100 kr. um mánaðin. Er barnið yngri enn 7 ár, er barnafrádrátturin tó uml. 1.325 kr. um mánaðin. Barnaískoyti til stakar uppihaldarar (sbrt. løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar), sum er 10.000 kr. um árið fyri hvørt barnið, svarandi til 833 kr. um mánaðin. Treytin fyri at móttaka ískoytið er, at persónurin er einsamallur at uppihalda barninum. Ein stakur uppihaldari, sum t.d. býr heima hjá foreldrunum, hevur eisini rætt til ískoytið tað er parlagsstøðan, sum er avgerandi. Barnaískoyti er ikki tengt at inntøku. Familjuískoyti (sbrt. løgtingslóg um familjuískoyti) verður veitt barnafamiljum við lágum inntøkum. Familjuískoyti til støk er 18.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið og hækkar við 5.000 kr. fyri hvørt barnið, sum er afturat tí fyrsta barninum. Familjuískoyti til pør er 22.000 kr. fyri fyrsta barnið og hækkar við 5.000 kr. fyri hvørt barnið, ið er afturat tí fyrsta barninum. Ein stakur uppihaldari fær vanliga eisini barnagjald (ásett sbrt. lóggávu um rættarstøðu barnanna), og er vanliga barnagjaldið 1.083 kr. fyri hvørt barnið. Barnagjaldið er eitt gjald frá einum foreldri til hitt, og er sostatt ikki talan um almennan stuðul. 23 at menna og seta í verk skipanir fyri lívlanga læring og førleikamenning innan ymisk øki við atliti at vaksnamannalæring í Norðurlondum at hjálpa til persónliga menning og demokratiska luttøku gjøgnum ymiskar skipanir við vaksnamannalæring at menna samskipan við Nordplus við atliti til at menna norðurlendsku útbúgvingarskipanirnar, og strategiskt at kunna um royndir og úrslit frá norðurlendskum samstarvi um vaksnamannalæring í Norðurlondum og Evropa. Aðalmálið hjá NVL er at menna vaksnamannaútbúgvingarøkið í Norðurlondum, við denti á áhaldandi menning av førleikum hjá øllum vaksnum. Meira um NVL: www.nvl.org 42 43 Talva 1 Dømi um einsamallan uppihaldara undir hægri lestri arbeiðsfremjandi tiltøk, sum Almannaverkið umsitur. Hendan skipanin er tó málrættað teimum, sum hava skerdan arbeiðsførleika og hava avbjóðingar av sosialum ella heilsuligum slag. Tó er eingin forðing fyri, at fólk, sum eru fevnd av skipanini, samstundis kunnu taka eina útbúgving. § 1. Lógin fevnir um tiltøk, ið stuðla undir eitt virkið arbeiðslív hjá persónum, sum hava ella kunnu fáa trupulleikar við at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin stk. 2. Lógin fevnir eisini um tiltøk, ið fyribyrgja avleiðingar av langtíðarfráveru frá arbeiði vegna arbeiðsloysi, sjúku ella annað. Tey, sum fara undir hesa skipanina hava eitt nú møguleika at taka miðnáms- útbúgving, yrkisútbúgving ella hægri útbúgving undir serligum treytum og møgu- liga yvir eitt longri tíðarskeið. í tíðarskeiðinum fáa tey veiting eftir §12 í lógini, sum er hægri enn vanligur studningur frá Studna og hægri enn forsorgarveiting annars. Smidligari útbúgvingarmøguleikar skulu byrgja fyri mismuni Vandi er fyri, at tey, sum hava avmarkaða skúlagongd og skerdar førleikar, umframt tilflytarar við aðrari og øðrvísi mentanarligari og útbúgvingarligari bakgrund, ikki kunnu gerast partur av menningini á framtíðar arbeiðsmarknaðinum. Ein gongd leið at byrgja fyri slíkum mismuni, er at menna eina skipan, sum kann gera tað møguligt hjá hesum borgarum, at ogna sær viðkomandi førleikar. Meira smidligir útbúgvingarmøguleikar stuðla undir sosiala inklusión og byrgja fyri sosialari útihýsing. Økt verður um menningarmøguleikarnar hjá tí einstaka gjøgnum alt lívið, og møguleikarnir eru ikki í sama mun tengdir at, hvussu tann einstaki klárar seg í formligu útbúgvingarskipanini. Eisini er týdningarmikið at geva eldri, eitt nú við kropsliga tungum og strævn- um arbeiði, møguleika at velja nýggja starvsleið, eisini við tí atliti, at varðveita eldru arbeiðsstyrkina longri á arbeiðsmarknaðinum. Norðurlendskt samstarv um vaksnamannalæring Vaksnamannundirvísing fer fram á ymiskum stigum í útbúgvingarskipanini, og tí er umráðandi at styrkja samskipanina av teimum tilboðum, ið eru. Mentamálaráðið hevur síðan 2005 havt ein kontaktpersón við tilknýti til norðurlendsku skipanaina, NVL, sum er eitt netverk fyri vaksnamannalæru innan Norðurlendska Ráðharra- ráðið. Føroyski kontaktpersónurin luttekur í norðurlendska arbeiðinum, har arb- eiðsøkini m.a. eru at menna og seta í verk skipanir fyri lívlanga læring og førleika- menning innan ymisk øki við atliti at vaksnamannalæring í Norðurlondum, at virka fyri at tryggja persónliga menning og demokratiska luttøku gjøgnum ymiskar skipanir við vaksnamannalæring, menna samskipan við Nordplus við atliti at menna norðurlendsku útbúgvingarskipanirnar og at kunna um royndir og úrslit frá norðurlendskum samstarvi um vaksnamannlæring í Norðurlondum og Evropa. Talva 1 1 barn 2 børn 3 børn Studningur 4.315 4.315 4.315 Barnastuðul frá Studna 1.000 2.000 3.000 Stuðul til einsamallar uppih. frá Studna 1.532 1.532 1.532 Barnaískoyti til støk 833 1.666 2.499 Familjuískoyti 1.500 1.917 2.333 Barnafrádrátttur 1.325 2.425 3.525 Barnagjald 1.083 2.166 3.249 Inntøka til samans 11.588 16.021 20.453 Viðm.: Viðv. barnafrádráttinum veðrur gingið út frá, at eitt barn er yngri enn 7 ár Talva 2 Dømi um par, har bæði eru undir hægri lestri (inntøka bæði tilsamans) Talva 2 1 barn 2 børn 3 børn Studningur 8.630 8.630 8.630 Barnastuðul frá Studna 1.000 2.000 3.000 Stuðul til einsamallar uppih. frá Studna - - - Barnaískoyti til støk - - - Familjuískoyti 1.833 2.250 2.667 Barnafrádrátttur 1.325 2.425 3.525 Barnagjald - - - Inntøka til samans 12.788 15.305 17.822 44 45 Viðm.: Viðv. barnafrádráttinum veðrur gingið út frá, at eitt barn er yngri enn 7 ár Einastu upphæddirnar omanfyri, sum er tengdar at inntøku, er lestrarstuðulin og familjuískoyti. Markið fyri, at lestrarstuðulin lækkar, er við a-inntøku á 20.000 kr. um mánaðin (ongin av stuðlunum omanfyri er a-inntøka). Markið fyri, at familjuískoyti lækkar, er við ársinntøku á 200.000 kr. hjá støkum og 280.000 kr. hjá pørum tilsamans. Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk Einasta skipanin, sum finst í Føroyum í dag, har ið serligur fíggjarligur styrkur verður latin vaksnum undir útbúgving, er arbeiðsbúgving sambært løgtingslóg um 46 47 Føroyar luttaka gjøgnum NVL í fleiri norðurlendsum samstarvsbólkum, sum gevur økjunum, haðani luttakararnir eru, góðan íblástur, men enn vantar ein ein tílík samskipan í Føroyum. Mælt verður til, at umboð fyri Mentamálaráðið og føroyski NVL samskiparin gera eina ætlan fyri at samskipa alla vaksnamannlæru í Føroyum, og at taka umboð fyri arbeiðsbólkin, ið arbeiðir við at skipa útbúgving fyri útlendingar, við í samskipanararbeiðið. Vaksnamannaútbúgving og lívlong vegleiðing Síggja vit vaksnamannaútbúgving sum førleikamenning í breiðastu merking, kann hon verða lýst úr trimum meginsjónarhornum: tí hjá arbeiðsgevaranum, tí hjá einstaka borgaranum og tí hjá samfelagnum. Fyri arbeiðsgevaran snýr førleikamenning seg um at útvega arbeiðsmegi við røttu førleikunum, at førleikamenna starvsfólk og at skipa arbeiðið soleiðis, at førleikarnir á arbeiðsplássinum verða nýttir á besta hátt. Fyri tann einstaka snýr førleikamenning seg um at nema sær útbúgving, sum síðan gevur atgongd til arbeiðsmarknaðin. Harumframt verður hin einstaki førur fyri at menna sínar førleikar alla tíðina og framhaldandi útbúgva seg. Hetta er við til at styrkja støðu hins einstaka á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum sum heild, og gevur hægri løn og betri persónliga vælferð. úr samfelagsliga sjónarhorninum snýr førleikamenning seg um at skúla arbeiðsmegina til teir førleikar, sum arbeiðsmarknaðurin og samfelagið sum heild hevur tørv á, m.a. við at hava eina nøktandi útbúgvingarskipan, sum er smidlig og sum veitir røttu útbúgvingarnar. Fyri samfelagið er tað eisini ein búskaparligur spurningur at hava eitt høgt útbúgvingar- og førleikastøði, eisini tá talan er um kappingarførið í samfelagnum. Berandi liðirnir í skipanini, sum skal útvega førleikar Umráðandi er, at skipanin, sum krevst fyri at tann einstaki kann fáa teir røttu førleikarnar til eitt verandi ella komandi starv, virkar eftir ætlan. Ein skipan kann vera allýst sum liðir, ið samvirka við hvønn annan, so at skipanin kann virka sum ein heild og harumframt veita tey ætlaðu úrslitini. Hvør liður eigur at hava samlaða úrslitið í eygsjón og at vera skipaður og lagaður við hesum í huga. Liðirnir, sum útvega arbeiðsmarknaðinum førleikar, kunnu við øðrum orðum lýsast sum: Formliga útbúgvingarskipanin, sum veitir teimum útbúgving, sum skulu út í arbeiðslívið Læring, sum fer fram á arbeiðsplássinum, og sum ger tað møguligt at røkka settu málunum Almennar og viðurkendar skipanir fyri førleikameting, har førleikar verða gjørdir sjónligir í mun til staðfest krøv, soleiðis at útbúgving til arbeiðs- lívið er viðkomandi og styðjar uppundir eitt væleydnað samsvar millum førleikarnar hjá tí einstaka og tørvin á førleikum í samfelagnum. Fyri at liðirnir skulu halda og samvirka við hvønn annan, er umráðandi at hava eitt støðugt samskifti, økt gjøgnumskygni og flytføri, sum skulu geva opinleika millum teir ymisku liðirnar. Hetta krevur eitt breitt samstarv millum partarnar sum varða av á teimum ymisku økjunum. Søguliga hevur formliga útbúgvingarskipanin verið tann, sum hevur syrgt fyri, at veita arbeiðslívinum neyðugu førleikarnar. í einum tíðarskeiði, við alsamt títtari umskiftum og broytingum, verða lívlang læring og teir ítøkiligu førleikarnir alsamt meira virðismiklir at hava afturat førleikunum, sum vera ognaðir í formligu útbúgvingarskipanini. útbúgvingin, ein hevði, tá ein fyrstu ferð fór á arbeiðsmarknaðin, neyvan at vera nóg fullfíggjað alt arbeiðslívið. Hetta setir eisini nýggj krøv til umstøðurnar til ta framhaldandi læringina, sum ikki er knýtt at útbúgvingarstovnunum. Fólkaupplýsing í samfelagnum eru ymiskir formar fyri læring. Fólkaupplýsingin hevur havt ein avgerandi og týðandi leiklut, tá tað snýr seg um læring í Norðurlondum síðani 18. øld. Fólkaupplýsing er eitt felags heiti fyri fleiri ymisk sløg av vaksnamannalæru, og verður bólkað sum læra, ið er ikki-formlig læra (non-formal). Fólkaupplýsing er við til at stimbra førleikar og evni at taka virknan lut í menningini av samfelagnum og er grundfest í tí sum ofta verður kallað triði geirin. Førleikar, sum ein hevur ognað sær við at vera partur av felagsskapum, sum taka sær av fólkaupplýsing, telja eisini við, tá ið ein førleikameting verður gjørd. Hesir førleikar eru ikki altíð so lættir at allýsa, men verða í størri mun enn tann formliga læran sæddir í mun til heildina av førleikunum hjá tí einstaka. Tann einstaki fær sostatt møguleika at vera mettur út frá allari breiddini av førleikum, hann hevur ognað sær, og ikki bert teimum, hann hevur ognað sær í formligu útbúgvingarskipanini. í Føroyum verður ein stórur partur av virkseminum í triðja geiranum bólkaður undir frítíðarvirksemi (smb. skipan við frítíðarundirvísing, ið er umrødd á s. 30-31), sum Mentamálaráðið fíggjar. Eisini aðrir aktørar enn Mentamálaráðið varða av virkseminum í triðja geiranum. Her er talan um ítróttarfeløg, skótarørslur og annað frítíðarvirksemi. Formlig og ikki-formlig læring Teir 8 lyklaførleikarnir í sambandi við lívlanga læring ES hevur allýst 8 lyklaførleikar sum grundleggjandi førleikar í einum framkomn- um vitanarsamfelag, og sum helst skulu vera partur av langtíðarætlan limaland- anna um lívlangari læring. 12345678 Samskifti á móðurmálinum, ið merkir evnini til at bera fram og tulka hugtøk, tankar, kenslur, ítøkilig viðurskifti og áskoðanir, bæði munnliga og skrivliga. Samskifti á fremmandamáli, sum fevnir um tað sama sum oman fyri, umframt um førleikar í miðling, so sum samanumtøku, umorðing- ar, tulking ella umseting) umframt at skilja aðrar mentanir. Støddfrøðiførleiki og grundførleikar í náttúruvísindum og tøkni, ið fevna um góðar rokniførleikar, fatan av náttúrunnar grundreglum, umframt evni til at nýta vitan og førleikar, fyri at finna svar uppá tørvin hjá menniskjum, eitt nú í sambandi við heilsu, flutning ella samskifti. Talgildar førleikar, sum snúgva seg um trygga og kritiska nýtslu av kunningar- og samskiftistøkni í arbeiði, frítíð og samskifti sum heild. Førleikar at læra, t.e. evnini til leggja egna læring til rættis, antin einsæris ella í bólkum. Sosialir førleikar og førleikar í virknari luttøku, fevnir m.a. um evnini til at luttaka á virknan og skilvísan hátt í samfelagslívinum og arbeiðslívinum. Framtakssemi og íverksetanarvirki eru evnini til at gera hugskot til veruleika gjøgnum skapanarevni, innovatión og váðafýsni, umframt evnini at leggja til rættis og standa fyri verkætlanum. Mentanarlig tilvitska og framsetanarevni fevnir um evnini at vera førur fyri at ásanna skapanarliga týdningin av hugskotum, royndum og kenslum innan ymiskar greinar, eitt nú tónleiki, bókmentum, visuellari list og øðrum listagreinum. Teir 8 lyklaførleikarnir, sum ES hevur allýst og sum eru ætlaðir limalondunum at hava við í sínum ætlanum viðvíkjandi lívlangari læring. 24 Tørvurin á førleikum verður sostatt ikki longur einans fingin til vega í formligu útbúgvingarskipanini. Hóast ein vælvirkandi útbúgvingarskipan framhaldandi er avgerandi fyri, at arbeiðsmarknaðurin fær teir neyðugu førleikarnar, kemur tann 24 http://eur-lex.europa.eu/legal-content/DA/TXT/?uri=LEGISSUM%3Ac11090 vitanini hjá luttakarunum Formlig læring (sera stutt orðað) Læringin leggur dent á evnið og tilognan av vitan Ikki-formlig læring  Læring í flokshølum  Fastsett ásett námsætlan við innihaldslýsing Leggur dent á lívs-førleikar, evnini at byggja sambond, netverkan, sosialan kapital o.s.fr. og førleikamálum Læring kann fara fram allastaðni Fjølbroytt innihald í læruni Ein og hvør lærir / stuðlað læring Einstaklingalæring Læraraleiklutir serfrøðingur undirvísir einum, sum ikki er serfrøðingur Eingin eftirmeting egin uppfatan av læruni Samstarv við lokalar felagsskapir og  Roynd øll skulu læra tað sama  Eftirmeting onnur vita hvat tú hevur lært og samfelagið fingið burturúr Sjónlig í samfelagnum Læran er knýtt at onkrum stovni Læran er verkliga grundað og framd gjøgnum endamálið (læran er ein positiv avleiðing, men ikki endamálið í sær sjálvum) Læran er ikki so eyðsýnd í samfelagnum annars  Læring er endamálið  Ikki ávirkað av bakgrundini, søguni og ávirkað av bakgrundini, søguni og vitanini hjá tí einstaka. Soleiðis lýsir Inaluk Brandt í stuttum munin millum formliga og ikki-formliga læring25. 25 úrfrágreiðinginiInclusionofrefugeesthroughnon-formaleducationNordicbestpractice, TemaNord2017:552,http://norden.diva-portal.org/smash/get/diva2:1155216/FULLTEXT01.pdf 48 49 Lívlong læring og lívlong vegleiðing Ein aðaltáttur í einari vælvirkandi førleikamenningarskipan er lívlong vegleiðing. Lívlong vegleiðing hevur sum mál at stuðla fólki í øllum aldri og á øllum karrierustigum at menna seg starvsliga. Vegleiðarar taka sær av at upplýsa borgaran um starvsleið, at ráðgeva og vegleiða í persónligum og sosialum viðurskiftum, at meta um evni og hegni teirra og leiðbeina teimum innan útbúgving og yrki. Dygdargóð vegleiðing eigur at vera atkomilig hjá øllum borgarum í føroyska samfelagnum, uttan mun til arbeiðsstøðu, sosialan status, uppruna, kyn og hvar í landinum, ein býr. Vegleiðingin stuðlar sosialari inklusión, tí hon tekur eisini upp spurningar, sum snúgva seg um tørv hjá fólki í serstøðu, t.d. teimum í sonevndum vandabólkum, m.a. hjá ungum borgarum, sum fara úr fólkaskúlanum, og sum hvørki hava fingið arbeiði, lærupláss ella eru farin undir eina førleikagevandi útbúgving, umframt hjá tilflytarum, sum ynskja at vera partur av arbeiðsmarknaði og taka lut í samfelagmenningini sum heild. Vegleiðing stuðlar lívsvirðisvøkstri26, búskaparligum vøkstri í samfelagnum og menning av arbeiðsmarknaðinum, við at sameina tørvin hjá tí einstaka borgaranum við tørvin hjá arbeiðsmarknaðinum og fyritøkum27. Dygdargóð vegleiðing hevur vælútbúnar vegleiðarar, sum hava felags etiskar leiðreglur og tagnarskyldu. .............Seinastu umleið 20 árini er alsamt størri dentur lagdur á tann týdning, sum lívlong vegleiðing (stytt LLV) hevur í menningini av einum framkomnum og rættvísari samfelag. Ein høgur yrkisdugnaskapur hevur verið aðaltátturin í arbeiðinum at menna hetta slag av vegleiðing til allar borgarar (CEDEFOP, 2015). Uppskot til samtyktir og ætlanir um lívlanga vegleiðing eru gjørd við støði í mentan og um- støðum í teimum ymisku londunum, og vegleiðingartænastur eru settar í verk sambært tørvi og fíggjarligari orku, og eru so hvørt vorðnar atkomiligar hjá øllum borgarum (Vuorinen & Watts, 2012) og (Sultana & Watts, 2004). Skilvís grundgeving og mál fyri lívlanga vegleiðing í kanning frá 2006 viðvíkjandi vaksnamannaútbúgving í limalondunum í ES, har hugt varð eftir, hví fólk ikki í størri mun taka av tilboði um vaksnamannaútbúgving, varð komið fram til, at londini í størri mun eiga at kunna, stuðla og eggja íbúgv- unum til at luttaka í vaksnamannaútbúgving og eftirútbúgving. Serliga var tørvur á, at gera málrættað átøk fyri at røkka teimum, sum hava havt ringar royndir og vánaligar upplivingar í skúlanum og í sambandi við útbúgving, og tískil eru endað 26 Dalskov(2009). 27 CEDEFOP,2015 51 á einum sera lágum útbúgvingarstigi. Hetta kann t.d. gerast við at gera kunningina um útbúgvingarmøguleikar lætt atkomiliga í støðum, har nógv fólk savnast.28í Føroyum merkist tørvurin á lívlangari vegleiðing eisini, og tørvur er á, at vegleið- ing verður boðin út allastaðni í samfelagnum (álit, 2007). í seinmodernaðu tíðini, vit liva í, er rættiliga vanligt at skifta starv eina ella tvær ferðir á lívsleiðini. útbúgv- ingar, arbeiðsviðurskifti og yrkismøguleikar broytast støðugt í mun til alheimsgerð- ina, serliga innan tøkni og búskaparlig viðurskifti. Flytfør arbeiðsmegi, umbroyti- ligur arbeiðsmarknaður, arbeiðsloysi, fráflyting og immigratión seta nýggj krøv til politikk innan vegleiðing, og tørvur er á at skipa professionella vegleiðing, sum kann veita borgarum haldgóða vegleiðing. Umstøður, so sum karrieruskifti, arbeiðsloysi, fólka til- og fráflyting, sjúka, skilnaður, einsemi og sorg, kunnu tykjast møtimiklar forðingar, har familjan ikki longur er før fyri at veita munagóða veg- leiðing (Vuorinen & Watts, 2012). Grannalond okkara hava tí øll sett í verk ein skipaðan útbúgvingarpolitikk og LLV, og stundin er komin at skipa tilboð um LLV fyri allar borgarar í Føroyum eisini, sum kann virka fyri búskaparligum vøkstri, sosialari inklusión og minka um fráflyting (Bólkauppgáva, 2016). Støðan hjá vegleiðing í Føroyum Innan útbúgvingarøkið er tørvur á at skipa vegleiðingina betur, eitt nú tá næm- ingar fara úr fólkaskúlanum og skulu velja yrkis- ella útbúgvingarleið. Her er tørvur á at styrkja vegleiðaraøkið, og miðað eigur at vera eftir størri gjøgnumskygni til teir møguleikar, sum tann ungi hevur fyri vali av yrkis- ella útbúgvingarleið. Innan skúlaskipanina er vegleiðingin rímiliga væl skipað og dagførd. Innan yrkisøkið eigur vegleiðingin at styrkjast, og tørvur er á betri samskipan av teimum yrkis- møguleikum, sum eru í Føroyum. Tørvur er á fleiri vegleiðarum uttan fyri skipaðu vegleiðingina á skúlunum. Borgarar, sum ikki eru í skúlaskipanini, hava ikki atgongd til vegleiðing í nevni- verdan mun. í ALS-skipanini er møguleiki hjá arbeiðsleysum at fáa vegleiðing frá kveikjararum, sum vegleiða og eggja tí arbeiðsleysa til ymisk sløg av førleika- menning, onkuntíð við styttri skeiðum. Hetta merkir, at borgarar, sum ætla at broyta yrkisleið, hava ikki nóg góða atgongd til holla og professionella vegleiðing. í einum framkomnum samfelag sum okkara kann økt gjøgnumskygni um starvs- og útbúgvingarmøguleikar og eitt styrkt vegleiðaranetverk vera við til at minka um vandan fyri, at borgarar leita burtur í onnur lond, tí teir ikki fáa eyga á teir lestrar- og starvsmøguleikar, sum eru í okkara samfelag. Kunning og vegleiðing um hesi viðurskifti kunnu vera við til at minka um vandan fyri brain drain og skeiklingina í lutfallinum millum kynini. Styrkt vegleiðing kann eisini virka fyri, at borgarar finna starv eftir lokna útbúgving, bæði fyri tey, sum búgva í Føroyum, og fyri tey, ið ynskja at flyta heim eftir lokna útbúgving. í løtuni er tað soleiðis, at skipaða vegleiðingin innan skúlaøkið verður umsitin í Mentamálaráðnum. Almannamálaráðið veitir ávísa vegleiðing til brúkarar í sosialu skipanini, og ALS veitir teimum arbeiðsleysu vegleiðing. Umráðandi er tó, at 28 Meddelelsefrakommisionen,Voksenuddannelse:Deteraldrigforsentatlære,Kommissionenforde Europæiske Fællesskaber, 2006 politiska skipanin raðfestir lívlanga vegleiðing, so hon kann gagna samfelagnum á besta hátt í sambandi við útbúgving og førleikamenning. Lívlong vegleiðing, við kunningarátøkum, hagtalstilfari og í framtíðini eisini við gransking innan økið, skal vera við til at menna og tryggja vælferðina í okkara samfelag. Staðfestast kann, at okkum tørvar eina yvirskipaða ætlan fyri vegleiðingarøkið í Føroyum. Ein tílík ætlan eigur at taka støði í, at borgarin er áhugaður í møguleikum fyri lívlangari læring og harvið hevur møguleika fyri lívlangari vegleiðing. Við tílíkari ætlan ber til at menna og seta í verk eina skipan við lívlangari læring, sum fevnir um borgarar í øllum aldri og á ymiskum stigum í lívinum. Ein ávegis ætlan fyri lívlanga vegleiðing í Føroyum er handað avvarðandi myndugleikum í juni 2017. Henda ætlan er gjørd sambært fyrisettum málum í Europa (Bólkauppgáva, 2016). Karrieruførleiki og lívlong vegleiðing í Føroyum ein stutt lýsing Endamálið við lívlangari vegleiðing er at hjálpa einstaklingum í øllum aldurs- bólkum at menna karrieruførleikar sínar. Sambært Ronald G. Sultana (2011) vísir hugtakið karrieruførleiki til eina rúgvu av førleikum, sum geva einstaklingum og bólkum skipaðar hættir at savna, greina, sameina og skipa seg sjálvi, og at útvega sær kunning og vitan um útbúgvingar og starv. Harumframt fevnir hugtakið um førleikar til at taka avgerðir og at seta tær í verk, umframt at evna at taka ímóti broytingum í gerandisdegnum. Hetta sama stendur eisini í allýsingini frá EU um lívlanga vegleiðing (ELGPN, 2015). í hesum sambandi eigur vegleiðingin í Føroyum at hjálpa hvørjum einstøkum borgara, so hann ella hon gerast før fyri: at varnast egin evni, førleikar og áhugamál at taka avgerðir viðvíkjandi útbúgving og starvsleið at skipa egna lívsleið, við atliti at læring, arbeiði og øðrum viðurskiftum, har vit tilogna okkum og brúka hesi evni og førleikar at skilja og menna seg sjálv at rannsaka og eftirmeta lív, læring og arbeiði at handfara lív, læring og arbeiði í sambandi við broytingar og umskifti á lívsleiðini. Vegleiðingin eigur at verða skipað í 4 høvuðsøki (Sharf, 2013): Børn og ung, t.e. fólkaskúli, miðnám og yrkisnám, ið eru millum 7 og 18 ár Vaksin ung, t.e. ungdómur millum 18 og 25 ár Tilkomin, t.e. vaksin millum 25 og 67 ár Pensjónistar, t.e. tey, ið eru eldri enn 67 ár. Grundhugsjónin í lívlangari vegleiðing er, at innan øll øki skal vegleiðingin mið- savna seg um tørv og áhugamál hjá einstaklinginum sjálvum. Sum er, fáa næmingar í fólkaskúlanum vegleiðing, tá tey fara í 6. flokk. Sambært Super (Sharf, s. 130), er tað í aldrinum 7 til 18 ár, at vit menna okkara samleika. 52 53 54 55 Samleiki vísir í hesum sambandi til greidleika og støðufesti í sambandi við núver- andi og framtíðar mál, og til støðufesti í arbeiðsumhvørvinum. At kenna sín sam- leika, er ein sera týdningamikil partur av tilgongdini at velja lívsleið (Andreassen, Hovdenak, & Swahn, 2008), sum hóskar til evni, førleikar og áhugamál hjá einstak- linginum. Tað er tá vit ganga í fólkaskúla, miðnámsskúla og yrkisnámi, at vit ogna okkum førleikar at velja framtíðar útbúgvingar- og starvsleið. Tí eigur útbúgvingar- og yrkisvegleiðing at verða partur av skúlagongdini longu frá 1. flokki. Við karrieruførleikunum í huga, eigur vegleiðingin í fólkaskúlanum, í miðnáms- skúlunum og í yrkisnámi at verða skipað sum karrierulæring, har næmingarnir m.a. menna kunnleika og vitan um útbúgvingarskipanir, yrkismøguleikar og arbeiðs- marknað. Endamálið er at vegleiða børnunum og teimum ungu, so at tey gerast før fyri at ávirka og vera við til at leggja sína egnu lívsleið, so at hon verður tann, tey ynskja og vilja. Vegleiðingin í fólkaskúlanum, í miðnámsskúlunum og í yrkisnámi eigur tí at fylgja hesum leisti: vegleiðingin er ein óheft skipan, sum skipar fyri virksemi og tilgongdum, sum læra børn og ung um útbúgvingarskipanir, arbeiðsmarknað og um tey sjálv í hesum sambandi vegleiðingin er uppsøkjandi, og hon veit m.a., hvussu børn og ung kunnu fyrireika seg at velja framhaldandi útbúgving, og hvussu útbúgvingar- skipanir kunnu samstarva um karrierulæring vegleiðingin lærir børn og ung at velja og at taka avgerðir í ymiskum viðurskiftum á lívsleiðini, eitt nú tá talan er um útbúgving, starvsleið og lestrarmenning vegleiðingin samstarvar við foreldur, so at tey kunnu stuðla og hjálpa barninum í tilgongdini at velja og skifta frá t.d. fólkaskúla til miðnámsskúla ella yrkisnám, ella frá skúla til arbeiði ella til hægri útbúgving vegleiðingin verður skipað sum floksundirvísing í smærri bólkum og sum einstaklingsvegleiðing vegleiðingin tekur altíð støði í fortreytum og áhugamálum hjá næming- inum og miðsavnar seg m.a. um at menna kunningina um møguleikar innan útbúgving og yrki, og um at eggja til nýhugsan vegleiðingin byggir á námsætlan, sum eigur at verða gjørd fyri fólkaskúlan, miðnámsskúlan og yrkisnám, eftir sama leisti, sum námsætlanir eru gjørdar fyri aðrar lærugreinar vegleiðingin brúkar hóskandi undirvísingartilfar, sum eigur at verða gjørt til hvørt floksstig vegleiðing fylgir etiskum leiðreglum fyri vegleiðing í Føroyum kunning um arbeiðsmarknað og útbúgvingarmøgleikar eigur at vera partur av vanligu undirvísingini hjá næmingnunum. Vegleiðing eigur tí eisini at skipa fyri skeiðum og øðrum tiltøkum fyri undirvísarum og øðrum starvs- fólki í fólkaskúlanum, miðnámsskúlanum og í yrkisnámi. Ein vanlig avbjóðing í krepputíðum er ungdómsarbeiðsloysi. Ungdómsarbeiðsloysi fevnir um tey 15 til 24 ára gomlu, sum velja ikki at fara beinleiðis í útbúgvin eftir lokna fólkaskúlaútbúgving. Sambært ELGPN (2015) kann hesin bólkur gerast kostnaðarmikil fyri samfelagið, tá kreppa rakar samfelagið, tí hesi eru tey fyrstu, sum gerast arbeiðsleys, fyrst av øllum tí tey hava avmarkaðar verkligar royndir, eru sera leyst knýtt at arbeiðsmarknaðinum og hava onga útbúgving. Harumframt kann sosiali kostnaðurin eisini gerast dýrur, tí tey verða avskorin frá einum týdningamiklum parti av sosiala lívinum, tá tey ikki arbeiða, sum aftur kann ávirka sosiala trivnaðin hjá teimum tann skeiva vegin. Vegleiðingin til hesi ungu eigur tí at vera ábyrgdarøkið hjá einum komandi arbeiðsmarknaðardepli, tí hesi fólkini eru ikki beinleiðis partur av útbúgvingar- skipanini. Vegleiðingin eigur at fylgja hesum leisti: vegleiðingin er uppsøkjandi og virkar sum ein uppílegging og ígongdsetari, tá einstaklingar í hesum aldursbólki steðga við útbúgving ella gerast arbeiðsleysir vegleiðingin er ein tænasta, sum tryggjar, at einstaklingurin verður hjálptur at koma í arbeiði aftur skjótast gjørligt, ella at útbúgva seg vegleiðingin eigur at arbeiða fyri at skapa sambond við stovnar, sum kunnu fáa einstaklingin aftur í arbeiði ella í útbúgving. Talan er um sambond við t.d. útbúgvingarstovnar, Studna og arbeiðsmarknaðin annars vegleiðingin skipar fyri tiltøkum og skeiðum, sum hóska til tørvin og førleikarnar hjá einstaklinginum vegleiðingin veitir karrierulæring, tá tað er neyðugt (sí leistin fyri fólkaskúla, miðnámsskúla og yrkisnám). Sum nevnt á s. 51, er samfelagið nógv broytt seinastu 20 árini. Vísandi til broyt- ingarnar meta vit, at vegleiðingin av vaksnum og eldri borgarum eigur at fylgja hesum leisti: vegleiðing tekur altíð støði í førleikum og áhugamálum hjá hvørjum ein- støkum borgara, sum søkir sær vegleiðing vegleiðingin er ikki uppsøkjandi, men hon eigur at vera ein sjónligur partur av arbeiðsmarknaðardeplinum vegleiðingin eigur at vera lætt atkomulig hjá øllum borgarum runt um í landinum vegleiðingin eigur at vera tøk skeivar tíðir á samdøgrinum, og ikki bara í vanligari arbeiðstíð. Hetta er fyri at tryggja, at allir borgarar hava eins møguleika at søkja sær vegleiðing vegleiðing veitir kunning um útbúgvingarmøguleikar. Kunningin fevnir um allar útbúgvingar, heilt frá grundútbúgving til eftirútbúgving vegleiðingin bjóðar vegleiðing í øllum viðurskiftum, sum hava við útbúgving og starvsleið at gera. Hetta kann t.d. vera í samband við broyting í starvsleiðini, broytt krøv til starvsheiti, arbeiðsloysi, trivnað á starvsstaðn- um ella í útbúgvingini, og ynski um førleikamenning vegleiðingin bjóðar og skipar fyri uppsøkjandi bráðfeingisvegleiðing, t.d. um fyritøka fer á húsagang og starvsfólkini hava tørv á at kunna seg um nýggjar møguleikar innan starv og útbúgving, og eisini um tey hava tørv á hjálp í skiftinum. Tørvurin er ymiskur hjá teimum einstøku aldursbólkunum (Sharf, 2013). Sum áður nevnt, er týdningmikið, at tørvurin hjá hvørjum einstøkum borgara verður nøkt- aður. Fakliga vitanin og førleikarnir hjá útbúgvingar- og yrkisvegleiðarum, sum virka í Føroyum, skulu tí hóska til krøvini í vegleiðingini29. Við hesum í huga, eiga vegleiðarar at hava hægri útbúgving innan útbúgvingar- og yrkisvegleiðing, sum svarar til diplom- ella kandidatstig. Vegleiðarar, sum virka í Føroyum, eiga at: hava eina breiða og djúpa vitan um útbúgvingarskipanir, arbeiðsmarknað, førleikakrøv og møguleikar, bæði her heima og í øðrum londum hava yvirlit yvir upptøkukrøv, góðskrivingar og stuðulsmøguleikar megna at brúka ymisk ástøði, háttaløg og virknismøguleikar í vegleiðingini hava eina umfatandi vitan um og duga at nýta spyrji- og lurtihættir, sum hjálpa einstaklinginum at ogna sær karrieruførleikar, sum føra til, at einstaklingurin fylgir teirri lívsleið, sum hann ynskir hava førleika til at verja áhugamál hjá viðkvomum bólkum í samfelagnum, og virka sum kontaktpersónur og samskipari í tvørfakligum samstarvi skipa fyri og hava einstaklinga-, bólka- og felags-vegleiðing, og í hesum sambandi duga at skifta og kenna skiftini millum leiklutin sum serfrøðingur og hjálpari. Øktir møguleikar við fjarundirvísing, vegleiðing og nýtslu av t-amboðum Kunningartøknin og tøkniliga menningin lata upp fyri nýggjum møguleikum og avbjóðingum, eisini tá talan er um útbúgving og førleikamenning, umframt tá tað snýr seg um at skipa og stýra hesum somu møguleikum. Internetsambandið í Føroyum er ment so nógv seinastu árini, at so at siga allir føroyingar hava møguleika at heinta sær vitan og kunnleika um nær sagt allar útbúgvingar, og harvið eisini at eftirútbúgva seg á netinum. Við einari vanligari heimateldu og internetsambandi kann ein og hvør, sum vil tað, seta sína egnu útbúgving saman, uttan at verða noyddur at flyta seg úr sínum egna heimi. Bert hugflogi setur mørkini. Sjálvandi er hetta ikki tann besta loysnin hjá øllum, ið ynskja sær eina útbúgv- ing. Fyri at tryggja neyðugu dygdina og virðingina fyri útbúgvingini og teimum førleikum, ið hon gevur, og fyri at tryggja øllum góðar møguleikar at eftirútbúgva og førleikamenna seg, eigur okkara útbúgvingarmyndugleiki at hjálpa til, tí sum er, er tað hann, ið hevur evstu ábyrgd og eftirlit við, at útbúgvingarnar lúka tær ásettu treytirnar. Við fjarundirvísing verður lættari hjá teimum, ið búgva í útjaðaranum ella langt frá útbúgvingarstaðnum at taka eina útbúgving, so tey ikki noyðist at flyta frá heimstaðnum. Tá tosað verður um arbeiðsmarknað og størv verður ofta tosað um at hava ein familjurættaðan arbeiðsmarknaðarpolitikk. Tískil er nærlagt, at tá tosað verður um vaksin og útbúgving, at hugsað verður um at hava ein familjurættaðan útbúgvingarpolitikk. Hesum kann fjarundirvísing gerast ein liður í, við tað at útbúgvingarmátin gerst meira liðiligur. Ætlanin við talgildingini av undirvísingini er eisini at ganga ymisku tørvunum hjá fyritøkum og luttakarum á møti, soleiðis at vaksnamannaútbúgvingartilboð gerast óheft av tíð og stað. Men, hóast ein stórur partur av útbúgvingar- og skeiðstilboðum kunnu gerast lættari atkomilig fyri allar føroyingar á henda hátt, so er kortini greitt, at ikki øll útbúgvingar- og skeiðstilboð kunnu fremjast heilt ella partvíst talgilt. Fjarlestrarmøguleikar í Føroyum Ymiskir møguleikar eru royndir við fjarlestri í Føroyum. Onkrir skúlar hava sett útgerð upp, sum gevur møguleika fyri fjarlestri. Tó hevur eingin enn bjóða henda lestrarmøguleika sum eina varandi loysn hjá teimum, ið skulu ferðast víða fyri taka eina útbúgving. Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt royndir við fjarlestri á m.a. Søgu- og samfelagsdeildini og á Námsvísindadeildini. Fjarnám er ein lestrardepil hjá Klaksvíkar kommunu, sum gevur borgarunum møguleika fyri útbúgving og førleikamenning í nærumhvørvinum í Norðoyggj- um.30 á heimasíðuni hjá íverksetarahúsinum, sum hýsir Fjarnámi, verður m.a. sagt, at kommunan ynskir at raðfesta lesandi og bjóðar tí øllum lesandi innivist, 29 NVL(2017),theadulteducatorscompetencesandcompentencedefelopmentog http://uudanmark.dk/2017/10/den-professionelle-vejledning/ 56 57 30 Síhttp://www.iverksetan.fo/um-iverksetarahusid/fjarnam/ umframt lestrar- og yrkisvegleiðing. Har verður sagt víðari, at hølini og útgerðin hjá Fjarnámi verða nógv brúkt á Fróðskaparsetrinum av læraralesandi, námsfrøði- lesandi, umframt av fólki, sum lesa uttanlands og sum hava verið heima í styttri tíðarskeið. Frá februar 2015 er samstarvið við Fróðskaparsetrið víðkað til eisini at fevna um undirvísing í løgfrøði. Eisini í Suðuroy er stig tikið til at skipa møguleikar fyri fjarlestri.31 Hetta varð gjørt fyri nøkrum árum síðan, tá Vágs kommuna setti útgerð og høli til taks hjá borgarum í kommununi. Fjarlestrardepilin er ein útbúgvingardepil, sum knýtir sambond millum fjarlesandi í Suðuroynni og lestrarstað. Ein depil, sum hjálpir teimum, ið ætla undir útbúgving sum fjarlesandi, at finna útbúgvingarstað. Fjarlestrardepilin er eitt tilboð til t.d. tey, sum ætla undir hægri útbúgving, undir hægri ískoytisútbúgving ella undir endurútbúgving og uppskúling. T-amboð í vegleiðingini, førleikametingini og førleikamenningini Norðurlond hava drúgvar royndir við at menna leiðreglur og talgildar loysnir, ið stuðla undir tað útbúgvingarpolitiska arbeiðið, ið londini raðfesta. Tá talan er um vaksnamannalæring og førleikamenning hava Norðurlond gingið á odda við nýhugsan og nýmenning av loysnum, sum talgilda tøknin hevur stuðlað uppundir. Norðurlendska Ráðharraráðið hevur í fleiri umførum stuðlað verkætlanum, sum hava granskað og ment uppskot til loysnir í sambandi við at nýta teldutøknina og internetið at tilrættisleggja og skipa undirvísing, læring og førleikamenning. Dømi um slík amboð: www.vigo.no www.vilbli.no www.jagkan.fiwww.ug.dk www.ug.dk/evejledning/ www.minkompetencemappe.dk www.les.fo Ein avbjóðing við teimum fjølbroyttu møguleikunum, sum í dag eru eyðkenni fyri talgildu tøknina, er tað stóra úrvalið av ymiskum loysnum, sum brúkarin alla tíðina skal velja ímillum. Hetta ger tað torført og møtimikið hjá avvarðandi stovnum og fyriskiparum at taka røttu avgerðina um, hvør skipan er best egnað til endamálið og best at gera íløgu í. Tó er at siga, at hesin trupulleikin er kanska ikki so stórur í dag, tí hóast loysnirnar kunnu síggja ymiskar út, so verða flestallar talgildar skipanir og talgild amboð ment soleiðis, at tey kunnu samkoyra og samskifta sínámillum og verða ment og útbygd eftir tørvi. Hóast kunningar- og samskiftistøknin kann vera ein stór hjálp í arbeiðinum at seta á stovn skipaða vaksnamannalæring og at menna og styrkja lívlanga læring og vegleiðing í Føroyum, so loysir hon ikki allar trupulleikarnar. Vit hava við menniskju at gera, og tí er alneyðugt, at tað eru menniskju, við teimum røttu førleikunum, sum eru drívmegin í skipanini. Talgildu skipanirnar kunnu ikki loysa allar uppgáv- urnar einsamallar. Tað verður altíð neyðugt at hava vegleiðarar, ráðgevarar og onnur fakfólk knýtt at skipanunum, um tær skulu virka eftir ætlan. 58 59 31 Síhttp://www.fjarlestur.fo/ 60 61 Trípartasamstarv og arbeiðsmarknaðardepil Ein partur av ætlanini um at fara undir skipaða vaksnamannaútbúgving í Føroyum, er eisini ætlanin um, at skipa vaksnamannaútbúgvingarøkið í eitt samstarv millum avvarðandi partar á arbeiðsmarknaðinum, eitt sokallað trípartasamstarv millum tað almenna, vinnulívið og fakfeløgini. Til hetta krevst sum eitt tað fyrsta ein væl skipað vegleiðing, sum hevur orku og førleikar at vegleiða øllum vaksnum borgarum, á øllum lívsleiðarstigum, ið ynskja og hava tørv á førleikamenning í breiðastu merking. í Norðurlondum er siðvenja at hava trípartasamstarv á arbeiðsmarknaðar- politiska økinum. Trípartasamstarv snýr seg samanumtikið um, at luttakarnir í størri mun kunnu virka fyri einum felags máli og soleiðis fáa størri ognarlut og ávirkan á økjum, sum viðkoma teimum. Partarnir sita inni við týdningarmiklari vitan um arbeiðsmarknaðin, og politiska valdið kann fáa stuðul til at gera tiltrongdar nýskip- anir. Tá nýskipanir skulu setast í verk á arbeiðsmarknaðinum, er nógv, ið talar fyri, at teir partar, sum vera beinleiðis ávirkaðir av broytingunum, luttaka á jøvnum føti í tilgongdini, tá ið avgerðir skulu takast. Fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum snýr trípartasamstarv seg millum annað um at fáa ávirkan á politikkin og at fáa fíggjað ymisk tiltøk, samstundis sum trípartasamstarv eisini kann byrgja fyri ósemjum og eftirfylgjandi tiltøkum. Harumframt gevur tað pørtunum eina ávísa tign, um teir kunnu vísa, at teir eru sinnaðir at átaka sær ábyrgd við at lyfta samfelagsuppgávur saman. Trípartasamstørv finnast í Føroyum í dag, hóast einki yvirskipað trípartasam- starv er á arbeiðsmarknaðarpolitiska økinum. Trípartasamstørv eru eitt nú í stýrinum fyri ALS og í Yrkisútbúgvingarráðnum. Tíðin er komin at fáa ment hetta samstarv, so at allar tær tænastur, sum eru beinleiðis knýttar at arbeiðsmarknað- inum, verða skipaðar og samskipaðar meira skynsamt og effektivt. Ein arbeiðsmarknaðardepil kann fáast at virka sum eitt stað, har arbeiðsgevara- feløg, løntakarafeløg og politisku myndugleikarnir savnast í eitt skipað og kon- struktivt samstarv, og arbeiðsmarknaðurin verður av tí sama betur førur fyri at skipa nútíðar tørvin á broytingum og tillagingum. Samstarvið kann sostatt gerast drívkraftin fyri nýskipanum á arbeiðsmarknaðinum. Eitt samskipað trípartasam- starv sum hetta eigur ikki at verða miðsavnað í einum stað í landinum, men hava deildir á støðum kring alt landið, eitt nú í tøttum samstarvi við kommunurnar í økjunum. Ein arbeiðsmarknaðardepil kann samskipa verandi og komandi skipanir á arbeiðsmarknaðinum, so sum ALS, barsilsskipan, Fasta Gerðarrættin, Samhalds- fasta, Frítíðargrunnin og Trygdargrunnin fyri lønir og avreiðingar. Harumframt kann ein førleikamenningargrunnur verið umsitin í einum arbeiðsmarknaðardepli sum hesum, samstundis sum ein vælvirkandi karrieruvegleiðaratænasta átti at verið skipað í deplinum. Hvørjar skipanir annars eiga at verða samskipaðar í arbeiðsmarknaðardepilinum, eiga partarnir á arbeiðsmarknaðinum at koma ásamt um saman við avvarðandi myndugleika. Eitt trípartasamstarv um at skipa og menna allar tær týdningarmestu tænasturnar á arbeiðsmarknaðinum kundi eisini fevnt um eitt arbeiðsmarknaðarráð, ið stóð fyri evstu ábyrgdini av samstarvinum, og hevði umfatandi innlit í øll arbeiðsmarknað- arviðurskifti. Samferðslumálaráðið, sum varðar av arbeiðsmarknaðarmálum, og í tí sambandi eisini arbeiðsloysisskipanini, hevur orðað uppskot um, hvussu ein arbeiðsmarknað- ardepil hóskandi kundi verið skipaður í samstarvi við ALS, við lívlangari læring og vaksnamannaútbúgving í huga. Uppskotið hevur verið umrøtt í stýrinum fyri ALS, sum framvegis heldur, at tørvur er á at skipa ein arbeiðsmarknaðardepil, sum verður kjølfestur sum eitt amboð hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at sam- skipa tær ymisku uppgávurnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum partarnir og politiska skipanin hava sett á stovn. Stýrið fyri ALS setur seg ikki ímóti, at lívlong læra verður ein uppgáva, sum ein arbeiðsmarknaðardepil skal taka sær av. Hinvegin tekur stýrið ikki undir við, at lívlanga læran skal fíggjast við parti av ALS- gjaldinum, soleiðis sum skotið verður upp, sum ein av fleiri møguleikum. í Føroyum hava vit tann fyrimun, í mun til onnur lond, at vit hava ikki fleiri ymiskar A-kassar og arbeiðsávísingar, tí her koma øll, ið gerast arbeiðsleys og harvið tøk á arbeiðmarknaðinum, í ta einu og somu skipanina, nevniliga ALS. Hetta eigur at gera tað munandi lættari at leiðbeina arbeiðstøkum víðari at førleika- menna seg ella fáa sær útbúgving, um lítil ella eingi útlit eru fyri einum arbeiði ella starvi í bræði. Mælt verður til, at politiski myndugleikin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum seta ein arbeiðsbólk at gera uppskot til ein arbeiðsmarknaðardepil. Støða eigur m.a. at takast til endamálið við einum arbeiðsmarknaðardepli, hvat innihaldið í virkseminum skal vera, hvussu bygnaðurin skal síggja út, og hvussu karmarnir annars skulu skipast. Harumframt skal arbeiðsbólkurin gera uppskot um, hvussu virksemið, eitt nú í sambandi við lívlanga vegleiðing og arbeiðsmarknaðarútbúgv- ingar, kann verða fíggjað, umframt at koma við einum uppskoti um, hvussu fíggj- arligu umstøðurnar hjá vaksnum at fara í útbúgving ella læru kunnu verða skipaðar við støði í arbeiðinum og uppgávuni hjá einum møguligum arbeiðsmarknaðar- depli og einum møguligum førleikamenningargrunni. Tilmæli 1 Lógarkarmar um vaksnamannaútbúgvingar Vaksnamannaútbúgving og førleikamenning verður raðfest politiskt og skipað við lóg Týdningarmikið er at skipa vaksnamannaútbúgvingarøkið í trygga og støðuga legu. Hetta verður best gjørt við at skipa økið við lóg. Lógin skalnágreina, hvat vaksnamannaútbúgving er og fevnir um lýsa, hvat endamálið við vaksnamannaútbúgving og førleikamenning er fevna um viðurskifti, sum hava við hetta slag av útbúgvingum at gera, eitt nú lívlong vegleiðing, yrkisvegleiðing og førleikameting lýsa eina samskipan av teimum ymisku tilboðunum, ið kunnu standa vaksnum í boði í sambandi við útbúgving, eftirútbúgving og førleikamenning yvirskipað nágreina og allýsa tey ymisku útbúgvingartilboðini, ið ein vaksnamannaútbúgvingarskipan eigur at fevna um yvirskipað nágreina og allýsa málbólkin, ið skal vera fevndur av skipanini tryggja tað fíggjarliga grundarlagið undir einari vælvirkandi vaksnamanna- og arbeiðsmarknaðarútbúgvingarskipan, t.d. við einum førleikamenningargrunni, ið eitt nú kundi verið fíggjaður eftir sama leisti, ið vit kenna frá øðrum stuðuls- og trygdarskipanum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, har tað almenna, einstaki borgarin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum lyfta í felag. Frágreiðing í grannalondum okkara eru skipanir, sum eru ætlaðar at lætta um hjá tilkomnum at fáa sær útbúgving. Saman við serstøkum skipanum fyri tey við skerdum førleikum, hava hesar skipanir virkað fyri einum støðufastari arbeiðsmarknaði og tryggari arbeiðskorum hjá landsins borgarum. í Føroyum eru ongar serstakar skipanir, ið lætta um og gera tað høgligari hjá vaksnum fólki at fáa sær útbúgving. Av hesum ávum eru nógv vaksin, sum aftra seg við at fara undir eina útbúgving. Serliga er tað fíggjarligi spurningurin, sum er avgerandi, tá tilkomnir persónar umhugsa møguleikan at fáa sær útbúgving. Tí skal ein lóg um vaksnamannaútbúgving nágreina, hvørjar fíggjarligar serskipanir skulu galda fyri vaksin, sum fara í útbúgving. Endamálið við einari lóg um vaksnamannaútbúgvingar er at skipa vaksna- mannaútbúgvingar, eftirútbúgving, arbeiðsmarknaðarútbúgvingar og førleika- menning í tryggar og støðugar karmar, ið skulu gera tað høgligari hjá vaksnum at taka eina útbúgving, umframt at økja um áhugan hjá teimum at útbúgva seg og hjá vinnuni at førleikamenna síni starvsfólk, samsvarandi tørvinum hjá vinnuni. Vaksnamannaútbúgvingar og eftirútbúgving snúgva seg í stóran mun um arbeiðsmarknaðarútbúgvingar. Umráðandi er at geva øllum vaksnum møguleika at menna sínar førleikar, so tey kunnu taka virknan lut í samfelagsmenningini. 63 64 65 Endamálið við lógini er tí eisini at betra møguleikarnar hjá vinnuni at útvega sær økta vitan og dagførdar førleikar hjá starvsfólki. Lógin skal harumframt veita einstaklingum, sum hava skerdar møguleikar at læra ella arbeiða, eftirútbúgving ella førleikamenning, har atlit verður tikið til teirra førleikar og umstøður annars. Førleikameting er ein eyðsæddur liður í útbúgvingartilgongdini hjá vaksnum og er við til at gera tað høgligari hjá vaksnum at taka eina útbúgving. Lógin um førleikameting er tískil eitt stig á leiðini at geva vaksnum betri umstøður at førleikamenna seg. Endamálið við førleikametingini er, at persónar, ið eru fyltir 25 ár, fáa viðurkendar teir førleikar og tær royndir, sum teir hava útvegað sær á síni lívsleið, í skúla, í arbeiði og í frítíðini, so at tað gerst lættari hjá teimum at fara undir útbúgving og fullfíggja hana. Næsta stig á leiðini er at tryggja teimum vaksnu, sum ynskja at fara í útbúgving, og virkjum, ið skulu førleikamenna síni starvsfólk, eitt skipað útbúgvingartilboð og fíggjarligt grundarlag, sum skal gera tað áhugavert og møguligt hjá vaksnum at fáa sær útbúgving. Tilmæli 2 Eitt samskipað førleikamenningarsamstarv Ein førleikasamskipan ella eitt førleikasamstarv, sum skal samskipa vegleiðing, førleikameting og førleikamenning, umframt at ráðgeva í málum, sum hava týdning fyri alt vaksnamannaútbúgvingarøkið og lívlanga læring sum heild, verður skipað Samskipanin/samstarvið skal samskipa førleikameting, førleikamenning, vegleiðingina, umframt fjarundirvísingina. Samskipanin skal vera samskipandi liður millum yrki og fak á arbeiðsmarknaðinum, útbúgvingarstovnar og aðrar viðkomandi stovnar og virkir, umframt kommunurnar, ið veita sínum borgarum tænastur á staðnum, so sum bókasøvn, fjarlestrardeplar, ráðgeving og kunning til tilflytarar og aðrar kunningarstovnar. Samskipanin skal veita hesum stovnum kunning, ráð og vegleiðing, tá talan er um at førleikamenna einstaka borgaran. Harumframt skal skipanin fevna um kunning, ráðgeving og innsavning av útbúgvingarhagtølum, sum kunnu stuðla undir gransking og menning á útbúgvingarøkinum. Samskipanin skal fyriskipa førleikamennandi útbúgvingar. Samskipanin skal savna vitan og hava yvirlit yvir førleikarnar á arbeiðsmarkn- aðinum, millum annað skipa fyri kortlegging av førleikum. Ein kortlegging av førleikum og vantandi førleikum á arbeiðsmarknaðinum skal gera tað lættari at skipa viðkomandi útbúgvingar- og skeiðstilboð. Samskipanin skal har- umframt útvega førleikar og vitan at seta saman og greina førleikatørvin í samfelagnum og hjá vinnuni. Ein møguleiki er at skipa eina slíka samskipan saman við ALS og øðrum viðkomandi tænastum og stovnum í ein arbeiðsmarknaðarútbúgvingardepil, har tann íslendski stovnurin Fræðslumiðstøð Atvinnulífsins kundi verið brúktur sum fyrimynd. Frágreiðing Ein samskipan av førleikamenningini fer at verða gagnlig á øllum økjum í sam- felagnum. Við at samskipa møguleikarnar fyri vaksnamannaútbúgving og lív- langari læru og vegleiðing, verða tey førleikamenningartilboð og møguleikar, sum vit longu hava, nógv sjónligari. Ein samskipan av slíkum tilboðum til borgaran fer eisini at vera ein hjálp hjá teimum, ið leita eftir nýggjum starvsmøguleikum, eitt nú í sambandi við arbeiðsloysi ella aðrar broytingar í lívsviðurskiftunum, so sum av skaða, sjúku ella øðrum. Førleikamenningin sjálv verður framd á útbúgvingarstovnunum. Tað samskip- andi arbeiðið viðvíkjandi førleikamenning fer fram í samskipanini. Avvarðandi útbúgvingarstovnar, skeiðsdeplar og stovnar, ið bjóða førleikamenning, eftirút- búgving, arbeiðsmarknaðarskeð o.s.fr., standa fyri at gera skeiðslýsingar og hava ábyrgdina av teirri fakligu metingini. Mannagongdir viðvíkjandi sjálvari førleika- 66 67 metingini verða gjørdar í samskipanini. Við at savna tað samskipandi virksemið við vegleiðing og førleikameting á einum stað, og at lata avvarðandi útbúgvingar- stovnar standa fyri sjálvari førleikamenningini, fer at hava við sær, at verandi før- leikar og vitan úti á útbúgvingarstovnunum verða gagnnýtt betur. Fyri at kenna framtíðar tørvin á førleikum á arbeiðsmarknaðinum, gerst neyðugt at halda vakið eyga við førleikagongdini á arbeiðsmarknaðinum. Hetta eigur at verða gjørt fyri at bøta um møguleikarnar at fáa sett røttu førleikarnar rættstundis á røttum stað, og fyri at sleppa undan fløskuhálsum. Eitt miðsavnandi samstarv um arbeiðsmarknaðaútbúgvingar og viðurskifti sum heild letur upp møguleikar fyri dygdargóðum lýsingum og greiningum av einum møguligum framtíðar tørvi á førleikum, ið arbeiðsmarknaðurin spyr eftir. Savnaðar dátur um arbeiðmarknaðarviðurskifti eru við til at skapa nýggja vitan á hesum øki, sum síðan kann verða nýtt í strembanini eftir at førleikamenna tey við ongari ella lítlari útbúgving, umframt arbeiðsleys og tey, ið eru hótt av arbeiðsloysi. Tørvur er á nýtiligum hagtølum viðvíkjandi føroyskum arbeiðsmarknaðar- og útbúgvingarviðurskiftum. At savna týdningarmiklar dátur og upplýsingar um arbeiðsmarknaðarviðurskifti og førleikamenning fer at geva okkum betri møgu- leikar at granska innan hetta øki. Eisini fer hetta við tíðini at gera okkum betur før fyri at taka røttu avgerðirnar í sambandi við val av útbúgvingum og skipan av førleikamenning sum heild. Somuleiðis verður lívlong vegleiðing skipað og ment í samskipanini, sum eisini tekur sær av at skamskipa og menna fjarundirvísingina innan vaksnamanna- útbúgvingarøkið. Ein tílík eftirútbúgvingarmiðstøð við allari viðkomandi vitan, virksemi og til- feingi, kundi virkað í tøttum samstarvi við ein møguligan arbeiðsmarknaðardepil ella ALS, sum liggur inni við nógvari servitan innan hetta øki. Tilmæli 3 Trípartasamstarv um arbeiðsmarknaðardepil Samstarvið um vaksnamannaútbúgving og førleikamenning millum tað almenna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, verður styrkt og ment við einari heildarætlan um førleikar í samfelagnum Trípartasamstarv um møguligan arbeiðsmarknaðardepil Yvirskipaðar ætlanir verða gjørdar fyri vaksnamannaútbúgvingarøkið Førleikamenning innan vinnur í vøkstri og økir í landinum Almennur førleikapolitikkur verður orðaður Lívlong vegleiðing verður skipað Frágreiðing Tørvur er á at gera yvirskipaðar ætlanir fyri útbúgvingarøkið og at orða ein almennan førleikapolitikk, sum er eyðkendur av heildarhugsan og samskapan millum tey avvarðandi økini í samfelagnum. Skal hetta eydnast, er umráðandi, at hetta verður gjørt í einum væl grundfestum samstarvi millum teir avvarðandi partarnar, sum eru tað almenna, vinnan og fakfeløgini. Samstarv millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum gevur teimum størri tilvit um egna ábyrgd og ávirkan á viðurskifti, sum allir partarnir hava ognarlut í, t.e. vitan um arbeiðsmarknaðin og tørvin á førleikum á arbeiðsmarknaðinum. Við einum slíkum samstarvi verður møguligt at orða visiónir og gera langtíðaravtalur um viðurskifti, ið viðvíkja arbeiðsmarknaðinum. Fyri at allir partarnar á arbeiðsmarknaðinum skulu hava avgerðarrætt í arbeiðsmarknaðarspurningum, hevur tað týdning, at eitt javnsett og gjøgnumskygt samstarv verður skipað, har partarnir við millumbilum kunnu seta fram ynski um ymiskt, sum krevur at verða gjørt á teimum ymsu geirunum í samfelagnum, og at allir partarnir hava javnbjóðis støðu og tign í samstarvinum. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu m.a. í felag orða visiónir og yvirskipaðar ætlanir fyri vaksnamannaútbúgvingarøkið, sum eisini fevnir um lívlanga læring og lívlanga vegleiðing. Fyri at samantvinna tørvin á førleikum við visiónina um at so nógv vaksin sum gjørligt kunnu fáa prógv uppá sínar førleikar, skal í mest møguligan mun verða førleikamett og førleikament innan økir, har trot er á arbeiðsmegi, ella har tað kann væntast fara at verða trot á arbeiðsmegi, umframt innan vinnur og tænastur, sum eru í vøkstri, eitt nú innan heilsurøktina, umsorganina og ferðavinnuna. Somuleiðis er ynskiligt, at lívlong læring verður skipað, so at hon gerst ein natúrligur partur av arbeiðslívinum. Hetta krevur, at læring, førleikar og útbúgving verður hugsað øðrvísi enn áður. Førleikar er ikki nakað, ein er liðugur við at tilogna sær, eftir at tann formliga útbúgvingin er lokin, men er nakað, ein áhaldandi skal tilogna sær í arbeiðslívinum, við ymiskum formum fyri eftirútbúgving og skeiðum. Hetta er ein tilgongd, sum krevur tætt samstarv og samráðingar millum partarnar á arbeiðsmarkaðinum. Trípartasamstarv um arbeiðsmarknaðarútbúgvingar eigur at verða skipað í einari heildarætlan fyri hetta slag av útbúgvingum, eitt nú við einum møguligum førleikamenningargrunni, sum skal fíggja tey neyðugu átøkini. Trípartasamstarvið kundi eitt nú verið skipað í einum arbeiðsmarknaðarráði, sum eisini kann varða av øðrum tænastum og skipanum, sum eru knýttar at arbeiðsmarknaðinum, so sum ALS, Samhaldsfasta, Barsilsskipanini, Fasta Gerðarrætti, Frítíðargrunninum, Trygdargrunninum, Semingstovninum, Javnstøðunevndini o.s.fr. á útbúgvingarliga økinum er uppgávan hjá arbeiðsmarknaðarráðnum m.a. at orða uppskot til ein almennan førleikapolitikk, og at leggja framtíðarætlan fyri førleikamenningargrunnin, harímillum at raðfesta útbúgvingar og førleikar sam- svarandi tørvinum á førleikum í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum. Mælt verður til, at ein førleikamenningargrunnur verður settur á stovn, hvørs aðalmál skal vera at fíggja kostnaðin av einari heildarskipaðari vaksnamannaút- búgvingarskipan, sum eisini fevnir um eftirútbúgving og førleikamenning av arbeiðsfjøldini. Við støði í einum heildarsjónarmiði um langtíðarætlan fyri alt yrkis- og arbeiðsmarknaðarútbúgvingarøkið, verður harumframt mælt til, at endurgjald- ið, sum læruplássini fáa fyri lønarútgjald til lærlingar, meðan teir eru í skúla, verður veitt úr førleikamenningargrunninum og umsitið av arbeiðsmarknaðarráðnum. Mælt verður til, at politiski myndugleikin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum seta arbeiðsbólk at gera uppskot til ein arbeiðsmarknaðardepil, ið skal vera kjølfestur sum eitt amboð hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at samskipa tær ymisku uppgávurnar á arbeiðsmarknaðinum, sum partarnir og politiska skipanin seta á stovn. Støða eigur at takast til, hvat endamálið við einum arbeiðsmarkn- aðardepli skal vera, hvat innihaldið í virkseminum skal vera, hvussu bygnaðurin skal síggja út, og hvussu karmarnir annars skulu skipast. Harumframt skal arbeiðs- bólkurin gera uppskot um, hvussu virksemið, eitt nú í sambandi við lívlanga veg- leiðing og arbeiðsmarknaðarútbúgvingar, kann verða fíggjað, umframt at koma við einum uppskoti um, hvussu fíggjarligu umstøðurnar hjá vaksnum at fara í útbúgving ella læru kunnu verða skipaðar. Tilmæli 4 útbúgving og førleikamenning til øll Fjølbroyttir og høgligir útbúgvingarmøguleikar skulu standa øllum vaksnum í boði Førleikameting Fjølbroyttir og lagaligir útbúgvingarmøguleikar til vaksin Styrktir møguleikar við fjarundirvísing Fullfíggjaðar útbúgvingar Tillagaðar og dagførdar útbúgvingar Málrættað skeiðstilboð Førleikamenning og lívlong læring Lívsleiðarvegleiðing ella karrieruvegleiðing alt lívið Fíggjarligar umstøður at taka útbúgving Frágreiðing Førleikameting er ein týðandi táttur í allari førleikamenning. Førleikametingin skal gera tað høgligari hjá einum vaksnum persóni at fara undir eina útbúgving ella at verða førleikamentur eftir ynski og tørvi. Við førleikameting og hollari vegleiðing fer at bera til at leggja eina útbúgvingarætlan til rættis, sum er málrættað og ætlað tí førleikametta. Eisini fer at bera til at stytta útbúgvingartíðina munandi. Ein vaksin persónur við drúgvum arbeiðsroyndum og øðrum viðkomandi royndum skal kunna søkja um at verða førleikamettur við ávísari førleikamenning ella útbúgving fyri eygað. Málbólkurin sum er fevndur av vaksnamannaútbúgvingarskipanini, eigur at verða førleikamettur, tá farið verður undir eina útbúgvingartilgongd, um viðkom- andi lýkur treytirnar fyri hesum. Endamálið við førleikametingini er at staðfesta og skjalfesta førleikar hjá vaksnum persónum, ið eru fingnir til vega í skúlaskipanini, uttan fyri skúlagátt, í arbeiði og í frítíðarvirksemi annars. Her er talan um formliga, óformliga og ikki- formliga læring32. Síðan verða hesir førleikar mettir og viðurkendir av fakfólki, og eru teir viðkomandi fyri ávísu útbúgvingina, so kann útbúgvingartíðin verða stytt hareftir. Ein skipað vaksnamannaútbúgving hevur sum aðalmál at geva vaksnum og tilkomnum fólki betri møguleikar at førleikamenna seg. Somuleiðis skal skipanin duga at taka atlit til tørvin á førleikum, sum vinnulív og arbeiðsmarknaður spyrja eftir. Tað merkir, at skipanin skal røkja áhugamálini hjá øllum pørtum á arbeiðsmarknaðinum og samfelagnum sum heild. Møguleikin at skipa vaksnamannautbúgvingarnar á fjølbroyttan og lagaligan hátt, loysir nógvar av trupulleikunum hjá vaksnum, sum skulu í útbúgving, trupulleikar, sum eisini eru av samskipanarligum slag. At skipa undirvísingina 32 Formallearningsipartiltað,iðverðurlærtinnanskúlagátt(útbúgvingar),non-formallearningertað, ein lærir í gerandisdegnum av viðkomandi royndum, og informal learning er tað, ið verður lært t.d. á skeiðum, ið ikki eru beinleiðis førleikagevandi. 68 69 70 71 fjølbroytt og lagaliga, merkir bæði at kunna kroysta undirvísingina, so at hon varir eitt styttri tíðarskeið, so at longdin á útbúgvingini ávirkar gerandisdagin hjá viðkomandi minst møguligt, umframt at gera tað møguligt hjá hesum málbólkum at kunna taka útbúgvingina, skeiðið ella partar av útbúgvingini sum t.d. fjarlestur, í tann mun hetta er gjørligt. Stig mugu takast til at laga vaksnamannaútbúgvingarnar so, at tær hóska til umstøður og viðurskifti hjá vaksnum í nógv størri mun. Vaksin eiga at hava møg- uleika at arbeiða niðursetta tíð, meðan tey taka eina útbúgving ella førleikamenna seg. Harumframt eigur tað at vera møguligt at taka eina útbúgving í stigum, tá tað fíggjarliga táttar í. Vaksin, sum fara í útbúgving, mugu hava fíggjarligar umstøður at fara burtur frá arbeiði ella hava munandi niðursetta arbeiðstíð, meðan útbúgv- ingin verður tikin. Tá verður tað eisini lættari at sannføra tey vaksnu um at taka eina útbúgving ella at førleikamenna seg. Hetta fer at seta nýggj og fleiri krøv til útbúgvingarstovnarnar, tá útbúgvingarnar skulu skipast og leggjast til rættis. Ein vaksnamannaútbúgvingarskipan verður í mest møguligan mun knýtt at ver- andi útbúgvingarskipan, t.e. verandi útbúgvingarstovnum, skúlum, læruplássum, frítíðarundirvísingini o.s.fr., umframt at víðkaðir møguleikar fyri førleikamenning verða lagdir afturat. Eitt nú kann talan vera um, at skipanin letur upp fyri meira málrættaðum skeiðs- og førleikamenningarmøguleikum, sum avvarðandi stovnar, skúlar og góðkendir skeiðshaldarar kunnu bjóða einstaklingum, arbeiðsplássum og bólkum annars. Vaksnamannaútbúgving og lívlong læring eru nær skyldir tættir í útbúgving- arskipanini. Almenna og formliga útbúgvingarskipanin fer í framtíðini í nógv størri mun at viðurkenna læring, sum fer fram uttan fyri skúlans øki, bæði læring á arbeiðsplássinum, læring í frítíðini og læring av óformligum slag yvirhøvur. Alt hetta setir nýggj krøv til teirra, sum skulu skipa fyri og bjóða útbúgvingar og førleikamennandi skeið í framtíðini, samstundis sum hetta setir krøv til teirra við drúgvum lívsroyndum, ið ætla sær at fara undir eina útbúgving. Ein máti at lætta um og fáa greiði á, hvussu hesir mongu og fjølbroyttu útbúgvingarmøguleikar skulu skipast í framtíðini, er at fáa dugnaligar vegleiðarar, sum kenna bæði útbúgvingarskipan og arbeiðsmarknað væl og virðiliga, at leggja lag á og greiða frá møguleikunum, tá ynski og tørvir gera vart við seg. Tí skal lív- long vegleiðing skipast, ið tekur sær av at vegleiða einstaka borgaran alla lívsleið hansara. Tilmæli 5 Málbólkurin Øll vaksin 25 ár og eldri, sum hava tørv á útbúgving, eftirútbúgving ella førleikamenning, skulu vera fevnd av skipanini Ein vaksnamannaútbúgvingarskipan er fyrst og fremst ætlað teimum, sum ikki at hava útbúgving ella nøktandi førleikar, og sum tí ikki hava eitt nóg trygt tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Harumframt eigur skipanin at fevna um eftirútbúgving og førleikamenning. Fyrst og fremst fevnir vaksnamannaútbúgving um tey, sum ikki hava grund- leggjandi útbúgving og førleikar, so sum fólkaskúla, miðnám ella eina yrkis- útbúgving. Skipanin skal eisini fevna um tey, sum hava eitt ótrygt tilknýti til arbeiðs- marknaðin og eru hótt av arbeiðsloysi og starvast innan hóttar starvsgreinar. Harumframt fevnir vaksnamannaútbúgving um eftir- og framhaldsútbúgving, soleiðis at tey, sum starvast á føroyska arbeiðsmarknaðinum kunnu verða eftirútbúgvin og førleikament eftir ynski og tørvi. Frágreiðing Fyri at svara spurninginum, hevur arbeiðsbólkurin hugt eftir, hvør er í hesum málbólkinum í grannalondum okkara. Eisini hevur arbeiðsbólkurin tikið við í sínar metingar tað, sum stendur í lógini um førleikameting frá 2014, har aldursmarkið fyri at verða førleikamett er 25 ár. Eitt av endamálunum við vaksnamannaútbúgving er at fyribyrgja troti á við- komandi arbeiðsmegi, umframt at stuðla uppundir, at arbeiðsstyrkin hevur teir røttu førleikarnar. Ein vaksnamannaútbúgvingarskipan eigur eisini at fevna um tey, sum á einhvønn hátt hava torført við at fáa nýtt sínar førleikar á arbeiðsmarknað- inum, eitt nú orsakað av at førleikarnir hjá viðkomandi ikki longur eru eftirspurdir, ella at samsvar ikki er ímillum tørvin á ávísum førleikum og talið á teimum, sum hava hesar útbúgvingarligu førleikarnar. Uppskotið við at seta á stovn eitt førleika- menningarsamstarv við arbeiðsmarknaðargransking, og eittt arbeiðsmarknaðarráð er eisini við tí fyri eyga, at fáa mett um hvørjar førleikar arbeiðsmarknaðurin hevur tørv á, og soleiðis vera við til at tryggja, at persónar, sum møguliga hava tørv á stuðli úr einum førleikamenningargrunni til at umskúla seg, fáa tilognað sær relevantar førleikar sum gevur teimum størri møguleika at fáa eitt starv eftir førleikamenningina. Mett verður, at førleikamenningarsamstarvið í samstarvi við avvarðandi stovnar sum eitt nú ALS, skal gera eina meting av, hvørjir førleikar eru viðkomandi fyri tann sum skal undir eina førleikamenning við stuðuli úr einum førleikamenningar- grunni. Av tí at arbeiðsmarknaðurin broytist allatíðina, er tað altíð ein meting út frá tí aktuellu støðuni á arbeiðsmarknaðinum, hvussu peningur verður játtaður til umskúling og førleikamenning. Ein annar málbólkur, sum skipanin skal fevna um, eru tilflytarar, sum í serligan mun kenna forðingar í mun til at kunna brúka sína útbúgving og sínar førleikar. Tilmæli 6 Tilflytarar og bólkar í serstøðu Tiltøk at tryggja tilflytarum og bólkum í serstøðu javnbjóðis og betri møguleikar at vera virknir borgarar á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum sum heild, verða sett í verk Virkað verður framhaldandi fyri, at tilflytar fáa betri møguleikar og umstøður at læra seg føroyska málið, og tað føroyska samfelagið sum heild betur at kenna Seta í verk menning og gerð av undirvísingartilfari, ætlað tilflytarum Farið verður undir at fyrireika ein føroyskan NQF.33 Stuðla førleikamennandi átøkum fyri tey, sum hava avmarkaðar førleikar í føroyskum, og gera undirvísingartilfar, ið serliga vendir sær til hesar málbólkar Talgilt undirvísingartilfar og miðlar verða útvegaðir til teirra, sum við fyrimuni kundu gjørt nýtslu av fjarundirvísing. Mælt verður til framhaldandi at menna átøk fyri lesi/skriviveik. Skipa serliga karrieruvegleiðing fyri tilflytarar og tey, sum ikki hava nóg gott og tilvitað tilknýti til grundleggjandi samfelagstilboð, so sum útbúgvingar, heilsutænastur, stuðulsveitingar o.s.fr. Frágreiðing Tað er av stórum týdningi, at útbúgvingarlig átøk verða gjørd í mun til tilflytarar, sum koma til Føroya at búgva. Serliga viðkomandi er hetta, tá ið vit hyggja eftir gongdini seinastu árini, har alt fleiri tilflytarar koma til landi og festa búgv her. Hóast ein stórur partur av tilflytarunum í Føroyum eru væl fyri, hevur tað týdning at menna tey átøk sum krevjast, fyri at tilflytarar fáa tilognað sær føroyskt mál og mentan so høgliga sum gjørligt, og við atliti til teirra lívsumstøður, arbeiði, familju o.s.fr. í mun til integratión á arbeiðsmarknaðinum, er tað ein forðing, at Føroyar hava onga sokallaða tjóðardygdarskipan, hvat útbúgvingum viðvíkur stytt NQF (National Qualification Framework). Um vit ynskja at verða partur av millumlanda viðurkenning av útbúgvingum krevst, at vit hava gjørt okkara NQF. Integratión av tilflytarum á arbeiðsmarknaðinum er ein samansett avbjóðing, sum m.a. krevur ítøkilig átøk á útbúgvingarliga økinum, eitt nú tá mál og mentan skulu lærast. Fróðskaparsetrið hevur t.d. skipað fyri skeiði fyri lærarar, sum undirvísa í før- oyskum sum fremmandamáli. Skeiðið lærir m.a. undirvísarar at taka atlit til tey, hvørs móðurmál er sera ólíkt tí føroyska, og sum hava eina heilt øðrvísi mentanar- liga bakgrund. Tí er sera umráðandi at dentur verður lagdur á sjálva góðskuna í undirvísingini, sum boðin verður tilflytarum, og at undirvísingin verður lagað eftir tørvinum hjá teimum, sum undirvísing er ætlað til. 33 NQFstendurfyriNationalQualificationFramework,iðbyggiráevropeiskastandardinavsamaheiti: EQF. 73 74 75 Tørvur er á føroyskum undirvísingartilfari til nevnda málbólk, serliga tá talan er um føroyskt mál og mentan. Sum støðan er í dag, er 85% (kelda) av undirvísingar- tilfarinum á miðnámi á donskum. Eisini í mun til hóskandi undirvísingarmøguleikar hjá tilflytarum, er vert at umhugsa møguleikan at gera talgilt undirvísingartilfar. Tilmæli 7 Lívlong vegleiðing verður skipaðLívlong vegleiðing verður sett í verk sum eitt yvirskipað tilboð til allar borgarar Yrkis- og útbúgvingarvegleiðingin verður samskipað í Yrkisdeplinum Vegleiðingin verður skipað sum andlit-til andlits-vegleiðing, umframt fjarvegleiðing Vegleiðingarstovur verða skipaðar kring landið við tøttum tilknýti til borgaran Vegleiðarafunktiónin verður allýst við etiskum leiðreglum um vegleiðing, menning av skipan og áseting fyri, hvussu samstarv við áhugapartar kann verða skipað Hildið verður fram við MA-útbúgving innan vegleiðing á Setrinum. Vegleiðingin í fólkaskúlanum er sera týdningarmikil, og eigur at vera styrkt kring landið. Styrkta vegleiðingin er eitt amboð í mun til at fyribyrgja fløskuhálsum á arbeiðsmarknaðinum. Frágreiðing Lívlong karrieruvegleiðing tekur støði í teimum umbroytiligu viðurskiftunum, sum serliga tann tøkniliga menningin og alheimsgerðin hava við sær. Av alstórum týdningi er tað, at vegleiðingin er dygdargóð og viðkomandi fyri einstaka borgaran, og tí er umráðandi, at vegleiðingin í Føroyum verður sett í verk sum eitt yvirskipað tilboð til allar borgarar. í londunum kring okkum verður stórt arbeiði lagt í at menna vegleiðaraøkið, við m.ø. fyriskipan av regluverki og gransking. Vegleiðingin verður mett sum eitt amboð, sum kann vera við til at fremja ávís politisk ynski um at fremja lívsvirði fyri einstaka borgaran. Vantandi útbúgving á økinum hevur sermerkt vegleiðingarfakið í Føroyum. í 2013 vórðu stig tikin til at fara undir MA lesnað í vegleiðing á Fróðskaparsetrinum. útlit eru tískil fyri, at vegleiðaratænastan í Føroyum kann verða góðskutryggjað og ment í framtíðini. LLV (lív-long-vegleiðing) er neyðugur partur av hugtakinum lívlong læring, og skal raðfestast frammarlaga. Tørvur er á at fáa skipaða vegleiðing, sum eisini fevnir um økið uttan fyri skúlans gátt. á útbúgvingarøkinum er tørvur á at skipa vegleiðingina betur, eitt nú í sam- bandi við, at næmingar fara úr fólkaskúlanum og skulu velja yrkis- ella útbúgving- arleið. Eitt úrslit við styrktari vegleiðing í fólkaskúlanum eigur at vera, at øll sum verða liðug við fólkaskúlan, fara undir víðari útbúgving. Neyðugt er at styrkja veg- leiðingina, og miðast skal ímóti enn meira gjøgnumskygni, tá tað snýr seg um teir nógvu valmøguleikar, ið standa ungdóminum í boði. Serstakliga á yrkisøkinum er tørvur á at samskipa bæði kunning, útbúgvingar og yrkismøguleikar betur. Fýra øki eru neyðug at byggja professionella lívlanga vegleiðing á34: Tilmæli 8 Førleikamenningar- grunnur Grunnur at fíggja arbeiðsmarknaðar-, vaksnamanna- og eftirútbúgvingar verður settur á stovn Førleikamenningargrunnur at fíggja vaksnamannaútbúgvingar, arbeiðs- marknaðarútbúgvingar og førleikamenning av starvsfólki og arbeiðsfjøldini sum heild verður settur á stovn Ymiskir møguleikar eru at finna fígging til ein førleikamenningargrunn. T.d. við at ávísur prosentpartur av øllum lønarútgjaldingum verður settur í grunn- in, at allur grunnurin verður fíggjaður á løgtingsfíggjarlógini, at fíggjarmála- ráðið hevur málsøkið um hendur, at fígging kemur úr búskapargrunninum o.s.fr. Avgerandi er, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru samdir um týdningin og tørvin á einum førleikamenningargrunni Miðað verður ímóti, at grunnurin fær 35 mió. kr. at ráða yvir um árið frá byrjan, og at henda upphædd kann verða tillagað eftir tørvi Mælt verður til, at arbeiðsmarknaðarráðið, sum áður nevnt, skal varða av grunninum og gera yvirskipaðar reglur um, hvussu peningurin í grunninum verður brúktur. Landsstýrismaðurin góðkennir reglurnar. Frágreiðing Ein førleikamenningargrunnur eigur í útgangsstøðinum at fevna um øll, ið eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, og hava tørv á ella ynskja at verða útbúgvin ella førleikament. útgjaldið úr grunninum er ætlað til endurgjald til skeiðsluttakarar, lønarendur- gjald til arbeiðsgevarar, gjald, samsýning ella løn til skeiðsfyriskiparar, t.d. útbúgv- ingarstovnar og -støð, útreiðslur, ið standast av førleikameting, lívslangari veg- leiðing og at umsita sjálva vaksnamanna- og eftirútbúgvingarskipanina. Harum- framt skal grunnurin stuðla nýmenningarvirksemi (innovatión) í sambandi við førleikamenning. Endamálið við grunninum er at hann skal fíggja kostnaðin av einari heildar- skipaðari vaksnamannaútbúgvingarskipan, sum eisini fevnir um eftirútbúgving og førleikamenning av arbeiðsfjøldini. Við grunninum skal tað eisini gerast møguligt at seta á stovn og menna hóskandi náms- og eftirútbúgvingartilboð til teirra, sum hava lítla ella onga formliga skúlagongd ella útbúgving, ella hava tørv á eftirút- búgving og at verða førleikament. Grunnurin skal í hesum sambandi tryggja fortreytirnar fyri, at tann einstaki fær brúkt teir námsmøguleikar, ið ein skipan við vaksnamannaútbúgving gevur. Við hesum skal grunnurin tryggja endamálið við sjálvari lógini um vaksnamannaútbúgving og førleikamenning. Ein annar háttur at fíggja eina vaksnamanna- og eftirútbúgvingarskipan við tí innihaldi sum er skotið upp í hesari frágreiðingini, er við at seta peningin av á fíggjarlógini, ella við einari kombinatión av hesum báðum. 1. Skipan/mannagongd og menning av at førleikameta yrkisførleikar 2. Atkomulig vegleiðing3. Trygd fyri góðskumeting og próvtilfari, sum kann stuðla undir politik og skipan av vegleiðingini 4. Samskipan av vegleiðaratænastum Vegleiðingin skal vera samskipað í eini vaksnamannaútbúgvingareind ella einum depli, har ið eisini vaksnamannaútbúgving, førleikameting og øll formlig viðurskifti kring vaksnamannaútbúgving eru samskipað. í hesum liði liggur eisini ein sam- skipan av mannagongdum og leiðreglum, sum fevna um alt vaksnamannaútbúgv- ingarøkið, eitt nú førleikameting, lívlanga vegleiðing, NQF35 o.s.fr. (National Quali- fication Framework og Bologna avtalan). Mett verður, at sjálv vegleiðingin eigur at vera samskipað út frá samskipanini/ samstarvinum við andlit- til andlits-vegleiðing umframt vegleiðing á netinum, soleiðis at vegleiðingin gerst enn meira atkomilig. Tað er harumframt neyðugt at byggja vegleiðarafunktiónina út við vegleiðingar-eindum í kommununum kring landið, sum verða samskipaðar á samskipanini/samstarvinum. Yrkisdepilin samskipar sum nú er vaksnamannaútbúgvingarøkið í Føroyum, umframt NVL-samstarvið, sum er netverkið fyri vaksnamannalæru í Norðurlondum. Virkisøkið hjá einari samskipan av vaksnamannaútbúgiving og vegleiðing verður tí mett at liggja høgliga í Yrkisdeplinum. Vegleiðarafunktiónin skal allýsast við etiskum leiðreglum, eitt nú tagnarskyldu. Leiðreglur skulu gerast fyri hvat vegleiðarar kunnu vegleiða um, og eisini hvat ið teir ikki kunnu vegleiða um. Eitt nú skal vegleiðarin ikki vegleiða í viðurskiftum, har ið annar serkunnleiki hevur røttu førleikarnar, eitt nú sosialráðgevar. Vegleiðing innan yrkisútbúgvingarøkið eigur at verða styrkt, við tí fyri eyga, at fáa fleiri at fara undir eina yrkisútbúgving í Føroyum. Vegleiðingin í skúlunum skal í størri mun leggja dent á yrkisútbúgvingar. Mælt verður til at ein nýggjur flokkur verður tikin inn til útbúgvingina MA í vegleiðing. Skal røkkast endamálinum við styrktari og meira umfatandi vegleiðing, er tørvur er á at taka fleiri inn á útbúgvingina. Tey, sum byrjaðu uppá vegleiðara- útbúgvingina í 2013 og nú eru liðug, ella eru um at vera liðug við útbúgvingina, starvast longu øll sum vegleiðarar á skúlum og á onkrum stovni. 76 77 34 (Vuorinen&Watts,2012,s.9)35 NationalQualificationFramework,sumereittrammuverk,ætlaðeinstøkulondunum,sotaðgerst lættari og gjøgnumskygdari at samanbera og viðurkenna útbúgvingar millum lond og økir beinleiðis. útbúgvingarstovnar og tey, sum skipa fyri førleikamennandi skeiðsvirksemi, skulu kunna søkja grunnin um fígging og stuðul til at bera kostnað av t.d. undirvísing, skeiðshaldi o.s.fr. Landsstýrismaðurin ger reglur fyri, hvussu slík fígging kann verða latin, og hvørjar treytir skulu galda fyri tey, ið fáa veiting. Hvussu mong kunnu fara undir eina yrkisútbúgving er tengt at konjunkturun- um í samfelagnum. Talið av lærlingum fellur natúrligt í lágkonjunkturum, og fer upp tá tað er hákonjunkturur. Ein førleikamenningargrunnur av slíkum slag skal eisini tryggja eina javna og støðuga tilgongd og menning av læruplássum, og í búskaparliga trongum tíðum byrgja fyri, at ov stórt sveiggj verður í lærlingatil- gongdini. Nevnd, stýri ella ráð við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum og formanni, sum landsstýrismaðurin við arbeiðsmarknaðarmálum setur, skal stýra grunninum og hava yvirskipaðu ábyrgdina av rakstrinum hjá grunninum. Ráðið skal virka fyri at tryggja møguleikar fyri førleikamenning, sum er av týdningi fyri tann einstaka, fyri vinnuna og fyri samfelagið sum heild. Mælt verður til, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum, almennir, kommunalir og privatir arbeiðsgevarar og løntakarar, við samráðingum finna fram til, hvussu útbúgvingargrunnurin verður fíggjaður. Um arbeiðsgevarar og løntakarar gjalda 0,2% í part av øllum lønarútgjaldingum og lønum í grunnin, hevði hetta givið uml. 35 mió. kr. árliga eftir dagsins lønarútgjaldingum (8,956 mia. kr. í 2017). Hetta svarar á leið til tað, ein nýtímans vaksnamannaútbúgvingarskipan verður mett at kosta. Kostnaðarmeting Mett verður, at ein vaksnamannaútbúgvingarskipan við førleikamenning, arbeiðs- marknaðarútbúgvingum, førleikameting og lívlangari vegleiðing og læring kann verða bygd upp eftir hesum fíggjarætlanarleisti: Tilmæli Frágreiðing Løgt. fíggj. kr. Førl. grunn. kr. íalt kr. Lóg um vaksnamanna- útbúgvingar Gera uppskot til løgtingslóg um vaksnamannaútbúgvingar 50.000 0 50.000 Førleikasamstarv Skipan, heildarætlan, rakstur og menning 1.000.000 500.000 1.500.000 Trípartasamstarv um vaksna- mannaútbúgvingar og arbeiðsmarknaðardepil Skipan, gera heildarætlan, uppskot um førleikapolitikk, ráðgeva og raðfesta útbúgvingartilboð v.m. 0 150.000 150.000 Fjølbroyttir og høgligir útbúgvingarmøguleikar Verandi útbúgvingar skulu dagførast og nýggjar skulu skipast 1.000.000 2.000.000 3.000.000 Øll, 25 ár og eldri, skulu vera fevnd av vaksnamanna- útbúgvingarskipanini At nágreina málbólkin, orða reglur, mannagongdir og kravásetingar 0 100.000 100.000 Tilflytarar og bólkar í serstøðu Tiltøk, skeið, undirvísingartilfar, kunning, heimasíða o.s.fr. 200.000 800.000 1.000.000 Lívlong vegleiðing til allar borgarar Vegleiðaratænasta og portalur 500.000 1.000.000 1.500.000 Lønarendurgjald til lærupláss Endurgjald fyri lønir, sum læruplássini gjalda lærlingum meðan teir eru í skúla 0 15.000.000 15.000.000 útbúgvingarstuðul til vaksin Samsýningar og stuðul til vaksin 25 ár og eldri sum ískoyti fyri lønarmiss meðan tey eru í útbúgving 0 15.000.000 15.000.000 Føroya løgting (játtan) 2.750.000 2.750.000 Førleikamenningargrunnur 34.550.000 íalt 37.300.000 78 79 80 81 Samanumtøka Ynskið er, at hetta álit kann verða brúkt sum ein góð byrjan hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum í felag at seta í verk skipaða vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil í Føroyum. álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil! Soleiðis ljóðaði yvirskriftin til arbeiðssetningin frá landsstýriskvinnuni í menta- málum, og hvat kann vera meira hóskandi enn at knýta saman vaksnamanna- útbúgvingar, sum í stóran mun eru arbeiðsmarknaðrútbúgvingar, og førleika- menning av starvsfólki á arbeiðsmarknaðinum, og so ein arbeiðsmarknaðardepil, sum skal evna at samskipa, røkja og menna allar tænasturnar, sum so við og við eru komnar afturat og knýttar at arbeiðsmarknaðinum? Endamál og bakgrund í 2014 fingu vit lóg um førleikameting, sum er ein av fortreytunum fyri at fara undir vaksnamannaútbúgving. í fylgiskjali til samgonguskjalið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn (september 2015) verður sagt, at farið verður í holt við at fyrireika at seta á stovn vaksnamannaútbúgving. Neyðugir tættir í eini tílíkari skipan eru lívslong vegleið- ing og førleikameting eins og ymisk sløg av førleikamenning og eftirútbúgving. Sum nevnt verður í samgonguskjalinum hjá hesari samgongu, er talan um at fara í holt við at fyrireika at seta á stovn vaksnamannaútbúgving. Tað er júst hetta við at fyrireika, sum hevur verið endamálið við arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum. Arbeiðsbólkurin vísir á ítøkiligar møguleikar, uttan at fara alt ov nógv í smálutirnar. Nøkur ítøkilig ting kunnu setast í verk beinan vegin, onnur mugu fyrireikast betur, áðrenn vit kunnu siga, at vit hava eina nóg fullfíggjaða og effektiva vaksnamanna- útbúgvingarskipan. Við lógini um førleikameting og nú eisini kunngerð um førleikameting ber væl til at fara meira miðvíst og skipað til verka, tá talan er um vaksnamannaútbúgving. Eitt nú verður stórur dentur lagdur á vegleiðarapartin, sum hevur við førleikamet- ingina at gera. Tí er umráðamdi, at allur vegleiðaraparturin verður styrktur, og tað fer at hava jaliga ávirkan út um sjálva førleikametingina. Hetta er tann meira ítøkiligi parturin av tilmælunum. Hinvegin er arbeiðsbólkurin ikki so ítøkiligur í sínum tilmælum, tá talan er um at skapa fíggjarligar umstøður hjá vaksnum at fara í útbúgving, ella tá talan er um at staðseta og skipa ein møguligan arbeiðsmarknaðardepil, sum helst skal kjølfestast í einum samstarvi millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, har tað almenna er við. Hví skipaða vaksnamannaútbúgving Vaksnamannaútbúgving er við til at styrkja búskaparliga haldførið og vælferðina í samfelagnum, umframt kappingarførið hjá vinnuni og landinum sum heild. útbúgving og førleikamenning er av stórum týdningi fyri møguleikarnar hjá tí einstaka at taka lut á arbeiðsmarknaði og í samfelagsligum virksemi yvirhøvur, eins og hesi eru av stórum týdningi fyri kappingarførið hjá vinnuni. Føroyar eru og gerast alsamt tættari knýttar at umheiminum. Altjóðagerðin er ein veruleiki, eisini í Føroyum, hvørt vit ynskja tað ella ikki. Hetta merkir, at krøv verða sett til, hvussu almennu Føroyar skipa seg við regluverki og tænastum til borgaran. Ein týdningarmikil táttur í at vit sum samfelag skipa okkum samsvarandi teimum samfeløgum, ið vit javnan og oftast samanbera okkum við, er útbúgving og menning. Skulu vit á nakran hátt gera okkum vón um at menna tað føroyska samfelagið til at kunna taka ímóti teimum avbjóðingum, ið altjóðagerðin ber við sær, so krevst at vit hava eitt minst líka høgt útbúgvingarstøði, sum samfeløgini kring okkum hava. Hetta er avgerandi fyri, at samfelagið kann fjølgast og mennast, og ikki koma út fyri hóttafalli, m.a. tá á leikar í alheims búskapinum. Tað er av alstórum týdningi, at eisini tann vaksna arbeiðsfjøldin, sum fór tíðliga úr skúlanum og út at arbeiða, fær møguleikan at útbúgva seg samsvarandi teim- um krøvum, ið arbeiðsmarknaðurin og samfelagið sum heild seta. Royndir vísa, at vaksnamannalæring og -útbúgving hava stóran týdning fyri arbeiðsmarknaðin sum heild og trivnaðin hjá landsins borgarum. Fyrimunurin við vaksnamannaútbúgving er, at fleiri av landsins borgarum fáa øktan møguleika at ogna sær grundleggjandi førleikar at søkja inn á eina útbúgving ella lærupláss, at endurútbúgva seg og troyta teir útbúgvingarmøguleikar, sum samfelagið bjóðar. Harumframt er vaksnamannaútbúgving við til at lyfta útbúgvingarstøðið, sum er við til at styrkja kappingarførið og búskapin í samfelagnum. Neyðugt er at gera skipanir, ið veita vaksnum borgarum fíggjarligar umstøður at taka eina útbúgving, umframt at gera skipanir, har vaksin kunnu fáa mett sínar førleikar, sum tey hava vunnið sær í arbeiði, á skeiðum, í frítíðarvirksemi o.s.fr. Slík skipan verður best skipað og tryggjað, tá ið myndugleikar og partarnir á arbeiðsmarknaðinum samstarva um endamálið. Arbeiðið at gera álitið í arbeiðinum at gera álitið og at orða tilmælini, hevur dentur verið lagdur á, at støði verður tikið í samstarvinum millum partarnar. Stóri týdningurin av samstarvinum er ikki ein roynd at skúgva ábyrgdina frá myndugleikanum á økinum yvir á privatu partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Stóri týdningurin av samstarvinum skal síggjast í ljósinum av, at allir partar, bæði tað almenna, fakfeløgini og vinnan fáa eitt betri grundarlag at arbeiða fram ímóti felags gagnligum málum. Tað hevur ikki verið eitt mál í sær sjálvum, at allir partar skulu vera samdir um alt, sum verður umrøtt og tilmælt í álitinum. álitið er ein samanskriving av ymisk- um hugsanum og hugskotum, sum borin eru fram á fundum og í samrøðum, sum hava verið við ymiskar partar, umboðandi felagsskapir og stovnar, ið varða av ymiskum viðurskiftum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hesi eru nevnd á síðu 11 og 12 í álitinum. Vit hava ikki í nevniverdan mun havt samrøður við útbúgvingarstovnarnar, sum allir eru undirlagdir Mentamálaráðnum, beinleiðis og óbeinleiðis. í stóran mun verða tað hesir stovnar, sum skulu standa fyri førleikamenningini og útbúgvingini, 82 83 ið tey vaksnu sambært nýggju skipanini fara at spyrja eftir. Hesir stovnar hava tí óbeinleiðis verið umboðaðir gjøgnum umboðanina hjá Mentamálaráðnum og lutvíst øðrum stjórnarráðum í arbeiðsbólkinum. Hvat kann álitið brúkast til? álitið um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil skal eisini síggjast sum eitt uppskot til eitt trípartasamstarv um útbúgvingarlig umframt onnur viðkomandi viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum. álitið kann verða nýtt til at gera ávísar raðfestingar innan alt vaksnamannaútbúgvingarøkið, sum í stóran mun fevnir um allan arbeiðsmarknaðin og tørvin á førleikum í samfelagnum sum heild. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum kunnu brúka áliti sum eitt slag av kveikjandi hugskotum, ið kunnu slóða fyri samstarvi um týdningarmiklar tættir á arbeiðs- marknaðinum og í samfelagnum annars. álitið setir einki í verk av sær sjálvum. Hóast tilmælini eru ítøkilig, so eru tey samstundis rímiliga yvirskipað. Hetta hevur verið gjørt, so at partarnir ikki skuldu kenna seg ov bundnar at ávísum útsøgnum og niðurstøðum. Tí kunnu tilmælini, um neyðugt, verða viðgjørd framhaldandi við vælvild frá avvarðandi pørtum, áðrenn tey verða sett í verk. Samandráttur av innihaldinum Stutt um teir ymisku partarnar av álitinum:Fyri at taka saman um innihaldið í álitinum, so lýsir tað í stuttum arbeiðssetningin og hvussu bólkurin hevur arbeitt fram ímóti úrslitinum, sum er hetta álitið. Nomið verður við bakgrund, fortreytir og grundarlag fyri at vaksin fáa sær útbúgving ella verða førleikament, og hvussu útbúgvingarliga støðan í landinum sum heild er. Dentur verður lagdur á at greiða frá týdninginum av, at vaksin hava góðar møgu- leikar og umstøður at førleikamenna seg, og at hetta er við til at økja um tilvitsk- una hjá starvsfólki í mun til sítt starv. Eisini verður nomið við umstøðurnar og møguleikarnar hjá tilflytarum og øðrum bólkum av borgarum, sum á onkran hátt eru í serstøðu. Ein partur av álitinum fer við at greiða frá og lýsa, hvussu økið vaksnamanna- útbúgving verður skipað í hinum Norðurlondunum, samstundis sum greitt verður nærri frá teimum skipanum og møguleikum, sum eru fyri vaksnamannaútbúgving í Føroyum í dag. Stutt um tey ymisku tilmælini:Tá talan er um tey einstøku tilmælini, ið arbeiðsbólkurin mælir til at fremja, so eru tey skipað við støði í arbeiðssetninginum, har endamálið við arbeiðinum hjá bólkinum verður gjørt ítøkiligt. Tað er at gera uppskot til: Karmar um skipaða vaksnamannalæring, -útbúgving og arbeiðsmarknaðardepil Hvussu hetta arbeiði verður fyrireikað og skipað sum samstarv millum avvarðandi myndugleikar og partarnar á arbeiðsmarknaðinum Hvussu sjálv skipanin skal síggja út Hvat vaksnamannaútbúgving skal fevna um Hvør skal vera fevndur av skipanini Hvussu skipanin við førleikameting og lívlangari vegleiðing kann verða partur av einari vaksnamannaútbúgvingarskipan Hvussu skipanin kann verða fíggjað Fíggjarligar umstøður hjá vaksnum at fara í útbúgving ella læru, og Hvar skipanin kann verða staðsett. Tey átta tilmælini knýta seg soleiðis afturat teimum 9 uppskotunum, sum arbeiðsbólkurin verður biðin um at gera. Tey átta tilmælini eru nærri lýst á síðunum 63-78 í álitinum: 1. Vaksnamannaútbúgving og førleikamenning verða raðfest politiskt og skipað við lóg (pkt. 1 og 3) 2. Ein førleikasamskipan ella eitt førleikasamstarv, sum skal samskipa vegleiðing, førleikameting og førleikamenning, umframt at ráðgeva í málum, sum hava týdning fyri alt vaksnamannaútbúgvingarøkið og lívlanga læring sum heild, verður skipað (pkt. 2 og 3) 3. Samstarvið um vaksnamannaútbúgving og førleikamenning millum tað almenna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, verður styrkt og ment við einari heildarætlan um førleikar í samfelagnum (pkt. 2 og 9) 4. Fjølbroyttir og høgligir útbúgvingarmøguleikar skulu standa øllum vaksnum í boði (pkt. 4 og 8) 5. Øll vaksin, 25 ár og eldri, sum hava tørv á útbúgving ella førleikamenning, skulu vera fevnd av skipanini (pkt. 5) 6. Tiltøk at tryggja tilflytarum og bólkum í serstøðu javnbjóðis og betri møguleikar at vera virknir borgarar á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum sum heild, verða sett í verk (pkt. 5) 7. Lívlong vegleiðing verður sett í verk sum eitt yvirskipað tilboð til allar borgarar (pkt. 6) 8. Grunnur at fíggja arbeiðsmarknaðar-, vaksnamanna- og eftirútbúgvingar verður settur á stovn (pkt. 7 og 8). Niðurstøða Sum í so mongum øðrum føri krevst eisini peningur at verða settur av, um vit skulu gera okkum vónir um at lyfta vaksnamannaútbúgvingarøkið samsvarandi tíðarinnar krøvum um førleikar hjá arbeiðandi fjøldini. Sum skilst í hesum áliti, eru við millumbilum framd ymisk átøk, sum skuldu bøta um og økja tilboðini hjá vaksnum at førleikamennast ella eftirútbúgvast.Hesi átøk hava ikki munað í nóg stóran mun, og tað kann kanska skyldast, at eingir pengar, og harvið heldur eingin orka er sett av til at fáa økið skipað í trygga legu, og harnæst fáa tað ment og gjørt nóg áhugavert. Leysliga mett fer tað at kosta einar 35 mió. kr. at skipa vaksnamannaútbúgvingarøkið, so tað samsvarar dagsins krøvum, og um vit ætla at nærkast tí, sum grannalondini hava at bjóða sínum borgarum av tilboðum í sambandi við vaksnamannaútbúgving. 84 85 Tann stóra avbjóðingin liggur í at finna ta neyðugu fíggingina. Eingin hevur hug at standa einsamallur við endan, tá tað snýr seg um at fíggja eina vælvirkandi vaksnamannaútbúgvingarskipan, sum í stóran mun eisini fevnir um arbeiðsmarkn- aðarútbúgvingar og skeiðvirksemi, og snýr seg um at útvega samfelagnum og vinnuni teir førleikar, sum tørvur er á í dag og frameftir. Eru partarnir, sum varða av útbúgving og arbeiðsmarknaðarmálum, sinnaðir at seta seg saman og arbeiða fram ímóti eini haldgóðari loysn á hesum týdningar- mikla øki, eru vit komin eitt týðandi stig á leiðini. Vónandi kann hetta álit verða við til at birta upp undir eitt slíkt kærkomið og neyðugt samstarv millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Vegna arbeiðsbólkin John Dalsgarð, samskipari Keldur Andreassen, I. H., Hovdenak, S. S., & Swahn, E. (2008). Utdanningsvalg - identitet og karriereveiledning. Bergen: Fakbokforlaget Vigmostad & Bjørke AS. álit (2007): álit um at endurskoða vegleiðingarskipanina, 10. desember 2007. https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/6060/álit_um_at_endurskoða_v egleiðingarskipanina_-_versjón_1-1.pdf Bólkauppgáva (2016): Lívlong vegleiðing í Føroyum ein ávegis ætlan. Við mannagongdum fyri óverksetan á stovnum og í kommunalum økjum. Bólkauppgáva hjá MA lesandi í vegleiðing. Fróðskaparsetur Føroya 2016. CEDEFOP (2015) Tikið niður frá European Centre for Development of Vocational Training: http://www.cedefop.europa.eu/en/events-and- projects/projects/lifelong-guidance/ Dalskov, Mie. (2009). Store samfundsøkomomiske gevinster af uddannelse. Kbh.: Arbejderbevægelsens Erhvervsrad. https://www.ae.dk/files/dokumenter/analyse/ae_store-samfundsoekonomiske- gevinster-af-uddannelse.pdf Geiger, Tinne (red.) Søren Ehlers, Gun-Britt Warvik og Anne Larson. (2011). Effektive strategier for livslang læring i de nordiske lande. Kbh.: Nordisk Ministerrad. Green, Ingegerd og Tormod Skjerve. (2017). Kompetens ur ett arbetslivsperspektiv. NVL: Nordisk Ministerrad. Vinther-Jørgensen, Tue et al. (2013). Uddannelse for voksne: Kortlægning af ligheder og forskelle i ordninger pa ISCED 3-niveau for voksne i de nordiske lande, Grønland og Aland samt pa Færøerne. Kbh.: Nordisk Ministerrad. Wiktorin, Kajsa. (2017). Inclusion of refugees through non-formal education- Nordic Best Practice. Nordisk Ministerrad. ELGPN. (2015). Guidelines for Policies and Systems Development for Lifelong Guidance: A Reference Framework for the EU and for the Commission. (E. L. Network, Red.) http://www.elgpn.eu/publications/browse-by- language/english/elgpn-tools-no-6-guidelines-for-policies-and-systems- development-for-lifelong-guidance/ Sharf, R. S. (2013). Applying Career Development Theory to Counseling. US: Brooks/Cole Cengage Learning. Sultana, Ronald G. (2011): Learning career management skills in Europe: a critical review, í Journal of Education and Work, Volume 25, 2012 - Issue 2 (http://www.tandfonline.com/toc/cjew20/25/2) útgivin online 12. juli 2011. http://www.europarl.europa.eu/RegData/etudes/BRIE/2017/595369/IPOL_BRI%28 2017%29595369_EN.pdf Høgnesen, Runa Preeti (2015). Tilmæli um integratiónspolitikk. Tórshavnar Kommuna. Búskaparfrágreiðing, á heysti 2017. (2017, sept.) Tórshavn: Búskaparráðið. Undersøgelse af danskkundskabers betydning for flygtninges beskæftigelse. (2017, 23. Feb.). Dansk Flygtningehjælp. 86 87 NVL (2017). Voksenlærerens kompetencer og kompetenceudvikling, frágreiðing http://nvl.org/Content/Voksenlaererens-kompetencer-og- kompetenceudvikling Uddannelsesplan 1. (2016). Departementet for Uddannelse, Kultur, Forskning og Kirke. Government of Greenland. Uddannelsesplan 2. (2017). Departementet for Uddannelse, Kultur, Forskning og Kirke. Government of Greenland. Europa-Kommissionen. (2006, 23.okt.). Meddelelse fra kommissionen: Voksenuddannelse, det er aldrig for sent at lære. Kommissionen for de Europæiske Fællesskaber. EUR-LEX. (2006, 18.des.). Europa-parlamentets og radets henstilling af 18.december 2006 om nøglekompetencer for livslang læring. (2006/962/EF). http://eur-lex.europa.eu/legal-content/DA/TXT/?uri=LEGISSUM%3Ac11090. (20. nov. 2017). Spurnarkanning: útlendingastovan (2017, 03.apríl.) Immigrants and Faroese Labour Market. Powered by SurveyMonkey. Gjørd 23. februar 2017. 88 Mentamálaráðið v.m. umskipast Mentamálaráðið 21. desember 2017 1 Innihald Inngangur Mentamálráðið varð skipað eftir leistinum, sum var lagdur í 1996, tá ið nýggj stýrisskipanarlóg kom í gildi. Hetta var sami leistur, sum øll stjórnarráðini vóru skipað eftir í 1996-97, tá ið landsstýrismannaábyrgd varð innførd. Mentamálaráðið var tá ein samanlegging av Undirvísingar- og mentamáladeildini í Tinganesi og Landsskúlafyrisitingini, sum ítøkiliga fyrisat fólkaskúlarnar, miðnámsskúlarnar og maritimu skúlarnar. Vavið av Mentamálaráðnum hevur stórt sæð verið óbroytt síðani tá, meðan øll hini stjórnarráðini eru farin frá bygnaðinum, har sokallaðu departementini vóru løgd saman við direktoratunum. Tað hevur ofta verið havt á máli, at tað er óheppið, at so stórur partur av rakstrarligu fyrisitingini er so tætt tí politisku umsitingini. Orsøkin er, at tað eru ikki somu atlit, sum skulu takast í einari politiskari umsiting og eini rakstrarligari fyrisiting. Ein rakstrarlig fyrisiting hevur sum endamál at røkka lógarsettum málum og tænastum so effektivt sum møguligt, innan fyri ásettar fíggjarligar karmar. Hetta krevur, at hildið verður vakið eyga við nógvum smálutum í dagliga rakstrinum og organiseringin er skipað við hesum í huga. Kravið til politisku umsitingina er hinvegin meiri yvirskipað og hugsjónarligt. Tað er ein spurningur um, hvønn veg samfelagið skal fara, og tað er týdningarmikið at arbeiða í breiddini og ikki drukna í smálutum. Eitt samspæl skal verða millum politisku umsitingina og rakstrarligu fyrisitingina. Politiska umsitingin skal hugsjónarliga seta út í kortið, áseta karmarnar og fylgja við í veitingunum frá rakstrarligu fyrisitingini og undirliggjandi virkseminum. í einum dialogi skal rakstrarliga fyrisitingin lýsa tørvin, avbjóðingarnar og møguleikarnar, soleiðis at hetta kann koma til politiska viðgerð og støðutakan. Trupulleikin, tá hesi bæði økini liggja saman, er, at tað kann ganga út yvir annað, tá ið fokus verður havt á hitt. Bæði hava ovurstóran týdning, men ofta útiloka tey hvørt annað. Soleiðis kann yvirskipaða politiska tilgongdin drukna í rakstrarligum smálutum, tí tað er so altavgerandi, at hond verður tikið um tey átrokandi dagligu málini. Um fokus hinvegin í ov stóran mun er á teimum yvirskipaðu hugsjónarligu viðurskiftunum, so er eingin annar, sum hevur hond um tann fyrisitingarliga raksturin, og so kann eisini ganga heilt galið. Flestu virkisøki hjá Mentamálaráðnum eru longu skipað soleiðis, at tað eru stovnsleiðarar, sum hava raksturin um hendi og skulu røkka settum málum. Tó eru tað nøkur stór øki, har hetta ikki er galdandi. Tað snýr seg serliga um undirvísingarverkið har rakstrarliga fyrisitingin er tvíbýtt, soleiðis at ein partur av stýringini liggur inni í Mentamálaráðnum, meðan ein partur liggur hjá undirliggjandi leiðarum. Tað snýr seg serliga um fólkaskúlan og í ávísan mun um miðnámsskúlarnar og onnur øki. Ein onnur avbjóðing, sum ikki hevur verið loyst nøktandi í núverandi bygnaði hjá Mentamálaráðnum, er námsfrøðiliga menningin. Kanska tí tað serliga hevur verið stýringin, sum hevur verið í fokus. Ætlanin er nú at gera bygnaðarligar broytingar, soleiðis at tað verður meiri samling á, hvar uppgávurnar verða loystar. Endamál við umskipanini Endamálið við umskipanini av bygnaðinum í Mentamálaráðnum er at gera tað greiðari, hvørjar uppgávur verða loystar hvar, fyri á henda hátt at tryggja eina betri loysn á uppgávuni. 4 Høvuðsuppgávan í einum stjórnarráði er politisk menning og umsiting, sum er at veita tænastur til landsstýrisfólkið og tryggja, at málsøkið sum heild verður umsitið á fullgóðan hátt. Við at flyta ta rakstrarligu fyrisitingina út úr sjálvum stjórnarráðnum, verður høvuðsuppgávan í Mentamálaráðnum greiðari. Samstundis verður tað betri fyri tað undirliggjandi rakstrarvirksemi, sum áðrenn hevur víst beinleiðis til Mentamálaráðið, at ein bygnaðarlig eind hevur hesa uppgávuna sum sína høvuðsuppgávu. Mett verður eisini, at tað er ein bygnaðarligur fyrimunur, tá ið menning og rakstur ikki liggja í somu eind. Nýggjur bygnaður: Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám Myndin niðanfyri vísir samlaða bygnaðin hjá Mentamálaráðnum við undirliggjandi virksemi. Tað nýggja er, at eitt Undirvísingarstýri verður skipað, sum skal taka sær av teimum rakstrarligu fyrisitingarligu uppgávunum hjá undirvísingarøkinum. Eisini verður námsfrøðiliga menningin og ráðgevingin hjá Námi styrkt, og tryggja verður eitt ávíst knýti millum Sernám og Nám. Tað skal eisini verða samstarv við hesar eindirnar og Undirvísingarstýrið. Endamálið við bygnaðarbroytingini er, at tað verður greiðari í samlaðu organiseringini hjá Mentamálaráðnum, hvørjar tær ymsu høvuðsuppgávurnar eru, og hvussu hesar best verða loystar. 5 Við bygnaðarligu broytingini verður størri javnvág í politisku umsitingini í Mentamálaráðnum í mun til tað fjølbroytta virksemi innan málsøkið hjá landsstýrisfólkinum. Innan øll politikkøki verða starvsfólk í undirliggjandi stovnum partar í politikkfyrireikingini innan viðkomandi virkisøki. Hetta kemur eisini at verða galdandi fyri undirvísingarøkið, sum higartil beinleiðis hevur verið partur av ráðnum. útgangsstøðið fyri umleggingini er, at Mentamálaráðið verður umskipað, soleiðis at tað einans umfatar ta politisku menningina og umsitingina. Hetta merkir samstundis, at fyrisitingarligu rakstraruppgávurnar, sum hava ligið inni í Mentamálaráðnum, verða fluttar út um sjálvt ráðið. Hetta gevur møguleika fyri at savna aðrar partar av fyrisitingini av undirvísingarverkinum, soleiðis at tað verður ein betri heild í stýringini og tænastunum. Tørvur er eisini á at styrkja námsfrøðiligu menningina innan útbúgving líka frá dagstovnaøkinum til fólkaskúla- og miðnámsskúlaøkið. Hetta bleiv partvíst gjørt, tá ið Nám varð stovnað, men tørvur er á, at nógv størri fokus kemur á henda partin av uppgávu stovnsins. Tann fakligi parturin liggur best við at liggja tætt við tann fyrisitingarliga, uttan tó at verða bygnaðarliga saman. Niðanfyri verður greitt nærri frá teimum einstøku eindunum í bygnaðinum. Mentamálaráðið Høvuðsuppgávan hjá Mentamálaráðnum er at veita landsstýrisfólkinum tænastur í sambandi við politiska menning og umsiting, undir hesum at tryggja og hava eftirlit við, at málsøkið verður umsitið á fullgóðan hátt 6 sambært ábyrgd landsstýrismanna. Landsstýrisfólkið hevur ábyrgdina av fyrisitingini av øllum teimum málsøkjum, sum er løgd til hetta. Bygnaður í sambandi við umskipanina av Mentamálaráðnum verður talið av starvsfólkum í sjálvum ráðnum lægri, og tí verður tørvur á at endurskoða innanhýsis bygnaðin í ráðnum. Hetta verður gjørt aftaná at broytingin er samtykt og mannað. Tað er aðalstjórin, sum hevur ábyrgd av innanhýsis bygnaðinum. Uppgávurnar hjá ráðnum verða býttar millum starvsfólkini í ráðnum, soleiðis at tað er greitt, hvør hevur ábyrgd av hvørjum. Uppgávur Mentamálaráðið hevur uppgávur av fakligum, fíggjarligum, løgfrøðiligum og samskipandi slagi í breiðum týdningi innan hesi øki: Dagstovnaøkið, fólkaskúlan, miðnám, yrkisútbúgvingar, maritimar útbúgvingar, aðra undirvísing, undirvísingarmiðlar, KT í undirvísingarverkinum, eftirútbúgving, námsfrøðiliga menning, sernámsøkið, hægri útbúgvingar, gransking, bókasøvn, skjalasøvn, mentanararvi, mentan, mál, skapandi og útinnandi list, upphavsrætti, kirkjuni, miðlar, sendinetið og ítrótt. Samskipan Politikkfyrireiking Løgfrøðiligt Fakligt Fíggjarligt Fakligar uppgávur innan øll virksemisøkini í Mentamálaráðnum eru: -  Strategi og menning -  Politikkfyrireikandi arbeiði í breiðum týdningi innan mentanar- og undirvísingarøkið -  Orða álit og politikkar -  Fólkaskúlaráðið sum gevur landsstýriskvinnuni ráð -  Fyrireika mál, ið skulu á landsstýrisfund -  Svara fyrispurningum úr Løgtinginum -  Samskipan og samskifti við undirliggjandi stovnar um faklig viðurskifti 7 -  At góðkenna og hava yvirskipaðu ábyrgdina av at námsætlanir verða orðaðar/endurskoðaðar í samskifti við Nám -  Svara fyrispurningum frá stovnum, ráðum, borgarum, kommunum, feløgum, v.m. -  Luttaka í fakligum arbeiði, arbeiðsbólkum og annað ofta sum leiðsla og/ella skrivari. -  Norðurlendskar og altjóða organisatiónir og netverk um faklig viðurskifti Fíggjarligar uppgávur í Mentamálaráðnum eru: -  Gera uppskot til fíggjarlóg og eykjafíggjarlógir á §7, í tøttum samskifti við Undirvísingarstýrið og Fíggjarmálaráðið. -  Tryggja, at ásetingar í landsins játtanarskipan verða hildnar -  Skynsom gagnnýtsla av tilfeinginum innan málsøki og taka stig til at vísa á møguligar búskaparligar betranir. Undirvísingarstýrið hevur hesar uppgávur innan undirvísingarverkið. -  Virka fyri, at greið og mátbar yvirskipað mál vera sett fyri virksemi undir ráðnum. -  Menna eina effektiva fíggjarstýring fyri málsøkið sum heild og skipa fyri, at hagtøl og virksemisyvirlit verða tøk í ráðnum. Gerast í tøttum samstarvi við Undirvísingarstýrið. -  Fíggjarlig fyrisiting av mentanarstuðli, sum ráðið umsitur. Verður ætlandi flutt út úr ráðnum skjótt. -  Gera kostnaðarmetingar av tiltøkum og virksemi, ið ætlanin er at seta í verk -  Regluligt fíggjar- og roknskapareftirlit við stovnum og virksemi annars undir ráðnum eftir galdandi reglum -  Mánaðarligar roknskapargóðkenningar -  Samskipa og svara Landsgrannskoðanini -  Stýring av byggimálum í samstarvi við Landsverk -  Svara fyrispurningum frá Løgtinginum Løgfrøðiligar uppgávur í Mentamálaráðnum: -  Lógarsmíð og lógarumsiting v.m. í tøttum samskifti við fakøkini -  Løgfrøðilig ráðgeving og góðskutrygging -  Rættartrygd -  Avgreiða mál um lógartulkingar -  Ráðgeva stovnum í lógarmálum -  Kærumálsviðgerð -  Alment innlit og løgfrøðiligar metingar Samskipandi og tvørgangandi uppgávur í Mentamálaráðnum eru -  Samskipa ta politisku ráðgevingina -  Yvirskipaðu ábyrgdina av umboðan úteftir í samstarvi við landsstýrisfólkið -  Skrivarafunksjón hjá landsstýrisfólki og aðalstjóra -  Samskipa samskifti við Løgtingið og landsstýrið -  Samskipa samskifti við hini stjórnarráðini og Løgmansskrivstovuna -  ábyrgd av innan- og uttanlands avtalum og vitjanum hjá landsstýrisfólkinum -  Samskipa tvørgangandi verkætlanir og fundir -  Samskipa ráðleggingar- og menningaruppgávur -  Yvirskipað ábyrgd av norðurlendskum og altjóða samstarvi innan øki -  Røðuskriving til landsstýrisfólkið -  Fjølmiðlasamskifti 8 -  Tíðindaskriv o.l. kunning -  Heimasíðu og sosialir miðlar -  Avgreiða umbønir um alment innlit -  Dygdarhondbók -  Journal og nýtslan av 360 í Mentamálaráðnum -  HR -  Stjórasetanir -  Samskipa og skráseta manning av nevndum -  Tænastur innanhýsis Uppgávurnar hjá Mentamálaráðnum skulu loysast í samskifti við nógvar ymsar partar. í fyrsta lagi er tað Løgtingið og Løgmansskrivstovan. Eisini er nógv samskifti við onnur stjórnarráð og onkuntíð stovnar undir teimum. Nógv samskifti er eisini við teir undirliggjandi stovnarnir hjá Mentamálaráðnum. Broytingin eftir at Undirvísingarstýrið er skipað verður tó, at samskiftið um raksturin innan undirvísingarverkið ikki longur verður beinleiðis til Mentamálaráðið, men til Undirvísingarstýrið í fyrstu syftu. Nakað av samskifti við áhugafeløg kemur helst eisini at verða ein partur av hesum, men ein partur kemur tó at liggja eftir hjá Mentamálaráðnum. Síðan er samskifti við áhugafeløg innan ymsu virkisøkini herundir eisini fakfeløg. Almenningurin og miðlar eru eisini øki, sum Mentamálaráðið skal samskifta við. At enda er eisini samskifti við eftirlitisstovnarnar, herundir Løgtingsins umboðsmann, Landsgrannskoðanina, Arbeiðseftirlitið v.m.. 9 Starvsfólk Talið av starvsfólkum í Mentamálaráðnum verður ásett í mun til tær uppgávur, sum eru í ráðnum. Tað er umráðandi, at ráðið ikki er so illa mannað, at tað ikki er ført fyri at hava innlit og standa fyri teimum ymsu virkisøkjunum. Hinvegin er ikki tørvur á sama fakliga rakstrarliga innliti, tá ið hesar uppgávur eru fluttar til Undirvísingarstýrið. í mun til politikkfyrireikingina kemur arbeiðshátturin hjá Mentamálaráðnum helst at verða, at verkætlanir skulu skipast, sum verða mannaðar við fólki við fakligum innliti innan tey ymsu fakøkini. Tað er umráðandi at starvsfólk eru í Mentamálaráðnum, sum hava gott innlit í politikkøkini mentan og undirvísing. Uppgávan hjá Mentamálaráðnum verður ofta at hava verkætlanarleiðsluna ella skrivarafunktiónina í slíkum verkætlanum. Mentamálaráðið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av námsætlanunum og ein fulltrúi við serkunnleika til skúlamál eigur at verða stigtakari/toghaldari, tá ið námsætlanir verða orðaðar og/ella endurskoðaðar. Ætlanin er, at hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við námsfrøðiliga menningarøkið í Nám, fólkaskúlan og Námsvísindadeildina umframt miðnámsskúlarnar, tá tað ræður um tað økið. Møguliga eftir einum verkætlanarleisti. Førleikarnir, sum mugu verða í Mentamálaráðnum, eru: ársverk Aðalstjóri 1,00 Skrivarar/HR-fólk 1,00 Samskiftisfólk 1,00 Journalfólk/Móttøku 0,70 Fakfulltrúar/leiðarar 7,00 Løgfrøðingar 2,00 Fíggjarfólk 1,00 Bókhaldari 0,30 Samanlagt 14,00 Roknað verður við, at journal- og bókhaldarafunktiónin verður loyst saman við øðrum stovnum. Antin innan stjórnarfyrisitingina ella Undirvísingarstýrið. Løgfrøðiliga Umskipanin av Mentamálaráðnum hevur við sær, at myndugleikauppgávur verða fluttar úr Mentamálaráðnum til Undirvísingarstýrið. Hetta verður gjørt við einum delegatiónsskrivi til stjóran í Undirvísingarstýrinum. Ætlanin er, at sera tætt samband er millum Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið, sum skulu verða roknað sum ein myndugleiki ella so tætt, sum hetta letur seg gera. Stjórin í Undirvísingarstýrinum skal taka sjálvstøðugar avgerðir innan fyri delegatiónina frá Mentamálaráðnum, men annars fyrireika mál, sum skulu viðgerast víðari saman við Mentamálaráðnum. T.d. innan fíggjarliga økið. Dømi er úr donsku fyrisitingini, at 10 hetta kann gerast við at skipa eina samtaksleiðslu, sum hevði umfatað aðalstjóra, deildarstjórar og stjórarnar í Undirvísingarstýrinum og Nám/Sernám. Undirvísingarstýrið skal kunna ráðgeva skúlum í løgfrøðiligum spurningum, í t.d. starvsfólkamálum, næmingaviðurskiftum o.l.. Tað hevur víst seg at verið ein ávísur tørvur á hesum, men higartil hevur Mentamálaráðið verið avmarkað í at kunna geva ráð, av tí at ráðið er kærumyndugleiki hjá teimum, sum avgerðin viðvíkur. Tað má framganga týðuliga í delegatiónsskrivinum frá Mentamálaráðnum til Undirvísingarstýrið, at Mentamálaráðið er kærumyndugleiki fyri avgerðum hjá skúlastjórum, og tí kann Mentamálaráðið saman við Undirvísingarstýrinum ikki veita skúlastjórum løgfrøðiliga ráðgeving. Væntandi verður talið av kærum lægri, tá ið løgfrøðiliga ráðgevingin verður betri. Men annars kann arbeiðast við møguliga at leggja kærumyndugleikan til Føroya Kærustovn. Fíggjarliga Fíggjarætlanin hjá Mentamálaráðnum skal tillagast broyttu umstøðunum eftir at ráðið er umskipað. Hetta skal gerast so skjótt sum møguligt, men í fyrstu syftu verður tað gjørt út frá fyrisitingarligum ásetingum hjá landsstýrisfólkinum, innan fyri teir karmar, sum eru á fíggjarlógini. Høli Mentamálaráðið skal húsast í egnaðum hølum, sum hava eina tign, sum tað sømir seg fyri eitt landsstýrisfólk, sum hevur umboðandi uppgávur. Tað er ein fyrimunur, at Mentamálaráðið ikki er staðsett á sama stað sum rakstrarliga fyrisitingin undir ráðnum. Hetta hevur við sær, at øll málsøki fáa eina meiri eins støðu í Mentamálaráðnum. Mentanarøkið í sambandi við hesa bygnaðarbroytingina er ætlanin ikki at broyta mentanarøkið í fyrsta umfari. Men hetta skal verða gjørt so skjótt sum møguligt. Mentamálaráðið fyrisitir m.a. fleiri stuðulsveitingar innan mentanarøkið, sum ikki passa til høvuðsuppgávuna í einum broyttum Mentamálaráði, sum burturav skal taka sær av yvirskipaðu politisku umsitingini. Fyrisitingin av mentanarstuðulsveitingunum átti at verið løgd uttan fyri ráðið. Hetta kundi verið gjørt soleiðis, at tað framvegis var landsstýrisfólkið, sum tók endaliga støðu. Ein líknandi fyrisitingarlig skipan innan mentanarstuðulsøkið er í íslandi. Játtanin til børn og ung er ein partur av hesum, har landsstýrisfólkið eisini framyvir kemur at hava ávirkan á raðfestingina og tillutingina. Møguliga kundi eitt Mentanarráð verið skipað, sum uppskot var gjørt um í 2008.Sí leinki: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/2452/uppskot-til-listar%C3%A1%C3%B0.pdf 11 Undirvísingarstýrið Høvuðsuppgáva Stovnsett verður eitt Undirvísingarstýri undir Mentamálaráðnum, har ein stjóri verður settur, sum hevur høvuðsuppgávuna at røkja fyrisitingarligu rakstraruppgávurnar, sum ikki eru lagdar til aðrar stovnsleiðarar innan undirvísingarøkið. Undirvísingarstýrið knýtir saman fleiri fyrisitingarligar eindir undir Mentamálaráðnum, soleiðis at hesar kunnu virka sum ein heild. ábyrgdir og atknýttir stovnar Fólkaskúlarnir skulu vísa til Undirvísingarstýrið í dagliga fyrisitingarliga og fíggjarliga rakstrinum. Harafturat hevur Undirvísingarstýrið samskipandi uppgávur innan miðnáms- umframt maritima økið og aðrar uppgávur, sum eru av rakstrarligum fyrisitingarligum slag. Eisini er hugsandi, at Undirvísingarstýrið hevur fíggjarligt innlit í raksturin av Setrinum og luttekur at fyrireika fíggjarlóg. 12 Uppgávurnar hjá Undirvísingarstýrinum verða m.a. hesar: 1. Rakstrarlig fyrisiting av fólkaskúlum 2. Fíggjarlig stýring av fólkaskúlanum 3. Tímajáttanin í fólkaskúlanum 4. Tímajáttanin hjá Sernám 5. Lønarforskipanin hjá fólkaskúlanum 6. Stuðul til frískúlar 7. Samskipan og stýring av frítíðarundirvísingini 8. Samskipan av upptøkuni á miðnám 9. Samskipan og stýring av felagsútreiðslum innan miðnám 10. Samskipan og stýring á felagsútreiðslum innan maritimu skúlarnar 11. Studni lestrarstuðulsskipanin 12. Fyrireika og samskipa fíggjarlóg innan nevndu øki Sernámsfrøðiliga tímabýtið Fyrisitingin av tímajáttanini hjá Sernám verður flutt í Undirvísingarstýrið, soleiðis at hetta liggur saman við restini av umsitingini av fólkaskúlanum. í sambandi við at Undirvísingarstýrið skal umsita tímabýtið innan sernámsfrøðiliga økið verður roknað við, at skipanir verða mentar fyri, hvussu hetta skal verða gjørt. Til hetta krevst, at neyðugir førleikar eru innan hetta fakøki í Undirvísingarstýrinum, og at tætt samskifti er við sernámsfrøðiligu ráðgevingina og skúlarnar. Ein skipan má mennast, soleiðis at fólkaskúlarnir i mest møguligan mun fáa tillutaðar sernámsfrøðiligar tímar eftir einum objektivum metingarstøði. Tað skal einans verða í serstøkum førum, at hetta verður gjørt út frá einstaklinga metingum í sambandi við miðsavnaðu tímatillutingina. Henda metingin eigur at verða gjørd nærri næmingunum, ið hava tørvin, innan fyri tær puljur, sum skúlarnir hava at ráða yvir. Møguligt skal eisini verða fyri at arbeiða við bygnaðarligum loysnum, har hugt verður at avbjóðingunum í einum skipanarligum samanhangi, fyri á henda hátt at tryggja, at næmingar við serligum tørvi fáa eitt so gott fakligt tilboð so nær, sum tað letur seg gera. Atlit eigur at verða tikið til fíggjarligu avmarkingarnar saman við fakliga støðinum. Studni Studni verður partur í hesi nýggju fyrisitingini, men samleikin hjá Studna skal varðveitast. Sambært §22, stk. 2 í løgtingslóg um lestrarstuðul setir landsstýrismaðurin stjóran á Studna. Møguligt er helst at skipa hetta soleiðis, stjórin í Undirvísingarstýrinum formliga eisini er stjóri á Studna. Studni umsitur lestrarstuðulin til lesandi í Føroyum umframt ferðastuðul til lesandi uttanlands og úSUN, sum er stuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond. Mánaðarligur stuðul og møguligt lán verður goldin út til lesandi í Føroyum, og árligur ferðastuðul til lesandi uttanlands. Harafturat tekur Studni ímóti afturrindan av lánum frá teimum, sum eru liðug at lesa. Studni hevur eina rættuliga fullfíggjaða skrá yvir øll lesandi, sum góðir møguleikar eru fyri at gagnnýta til hagtøl v.m.. í Studna starvast 6 fólk, ella umleið 5 ársverk. 13 Inntil fyri 5 árum síðani lá Studni (fyrrverandi Stuðulsstovnurin) saman við Mentamálaráðnum, men í sambandi við at Nám bleiv skipað var ikki pláss í bygninginum til Studna, sum síðani flutti í eini hús við Hoydalsvegin. Yrkisdepilin Yrkisdepilin verður knýttur at Undirvísingarstýrinum uttan tó at verða ein integreraður partur av hesum. Sambært §19, stk. 3 í Yrkisútbúgvingarlógini er ásett, at landsstýrismaðurin setir ein fyrisitingarleiðara, sum eisini er skrivari í ráðnum. Harumframt setur landsstýrismaðurin ein yrkisnevndarskrivara. í báðum førum verður hetta gjørt eftir tilmæli frá Yrkisútbúgvingarráðnum. Tað verður gjørt við, at Yrkisútbúgvingarráðið er umboðað við báðum pørtunum á arbeiðsmarknaðinum í setanarnevndini. Yrkisdepilin er ein fyrisitingarlig eind, sum hevur sum høvuðsuppgávu at samskipa og stýra virkseminum innan yrkisútbúgvingarøkið. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru umboðaðir í yrkisútbúgvingarráðnum og yrkisnevndini, sum eru bindilið til almenna útbúgvingarmyndugleikan. Yrkisdepilin hevur seinnu árini eisini fingið uppgávur at fyrireika og fyrisita skipan fyri førleikameting og vaksnamanna útbúgvingar. Ein vegleiðingarskipan er eisini liður í hesum. í Yrkisdeplinum starvast 4-5 fólk. Próvstovan Próvstovan verður knýtt at Undirvísingarstýrinum. Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. ábyrgdin at skipa fyri próvtøkum er veitt úr Mentamálaráðnum við delegatión. Próvstovan tekur sær eisini av at skipa fyri landsroyndum og PISA-kanningum, herundir at uppgávur verða orðaðar og royndirnar hildnar. Endmálið við hesum er námsfrøðiligt og eigur gott samband at verða til námsfrøðiligu menningina og granskingina, sum Nám og Námsvísindadeildin standa fyri. Stjórin í Námi, hevur seinastu tvey árini eisini verið stjóri á Próvstovuni. áðrenn hetta var Próvstovan ein partur av Mentamálaráðnum. Nú Undirvísingarstýrið verður skipað, er ætlanin, at Próvstovan verður partur av hesum. Mett verður, at virksemið hjá Próvstovuni liggur betri saman við Undirvísingarstýrinum enn Námi. Hetta tí talan er um virksemi, sum skal liggja í rættuliga føstum kørmum við nógvum fyrisitingarligum innihaldi í sambandi við royndarhaldið, tíðarráðlegging og avrokning. á Próvstovuni starvast 7 fólk, harav 4 skrivstovufólk og 3 fulltrúar. Starvsfólk í Próvstovuni kunnu eisini hava aðrar uppgávur í Undirvísingarstýrinum, hóast høvuðsuppgáva teirra er próvtøkuviðurskiftini. Musikkskúlin Musikkskúlin verður knýttur at Undirvísingarstýrinum uttan tó at verða ein integreraður partur av hesum. Sambært §5, stk. 1 í Musikkskúlalógini setir landsstýrismaðurin musikkskúlastjóra at taka sær av yvirskipaða fakligu, námsfrøðiligu, fíggjarligu og samskipandi uppgávum fyri allari musikkundirvísing sambært lógini. 14 Musikkskúlastjórin hevur samskipandi uppgávurnar í musikkskúlaskipanini, herundir at samskifta við lokalu musikkskúlaleiðararnar um virksemi. Musikkskúlastjórin setir allar musikkskúlalærarar, og flestu lærarar undirvísa í fleiri musikkskúlum. Lønarútgjaldingar til musikkskúlalærarar og endurgjald fyri flutning verður fyrireikað hjá musikkskúlastjóranum áðrenn Gjaldstovan fær tað til útgjaldingar. Musikkskúlastjórin hevur einans bókhaldarahjálp afturat sær í sínum arbeiði, so talan er um eina sera lítla fyrisiting. Bygnaður Yvirskipað Tá stjórin í Undirvísingarstýrinum er settur, skipar hann bygnaðin í Undirvísingarstýrinum. í hesum sambandi er tað týdningarmikið, at innanhýsis bygnaðurin er greiður og endurspeglar uppgávurnar og teir atknýttu eindirnar. Hetta skal virka sum ein heild. Eitt boð upp á bygnað er gjørt niðanfyri: Uppgávur Uppgávurnar í Undirvísingarstýrinum koma í stóran mun frá Mentamálaráðnum, men talan er eisini um uppgávur, sum hava ligið hjá Sernámi ella øðrum stovnum undir Mentamálaráðnum. Við t.d. at leggja Studna inn undir Undirvísingarstýrið er málið at fáa ein betri samanhang í virksemi og nýtsluna av upplýsingunum, m.a. hagtølum. Ein uppgáva er at hava málsviðgerðina av fyrisitingarligum fakligum slagi og samskifta við skúlarnar um tey rakstraligu viðurskiftini. At hava rakstrarligu ábyrgdina av próvtøkum v.m.. 15 Starvsfólk í Undirvísingarstýrinum koma at luttaka í tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan undirvísingarverkið eftir áheitan frá Mentamálaráðnum. Tað snýr seg um at verða við til at orða álit, lógir og kunngerðir o.l. í sambandi við tað lógarfyrireikandi arbeiðið. ábyrgdin fyri námsfrøðiligum visjóns- og menningararbeiði liggur ikki í Undirvísingarstýrinum, men starvsfólk úr Undirvísingarstýrinum koma at luttaka í slíkum arbeiði saman við Nám og Mentamálaráðnum. Uppgávurnar hjá Undirvísingarstýrinum eru í høvuðsheitum hesar: Yvirskipað felags -  Viðgerð og støðutakan viðvíkjandi fakligum og rakstrarligum viðurskiftum innan undirvísingarverkið sambært galdandi ásetingum og delegatión -  Strategi og menning innan økið -  Eftir áheitan taka lut í arbeiði í Mentamálaráðnum at orða álit og politikkar -  Luttaka í fakligum arbeiði, arbeiðsbólkum og annað -  Ráðgeva skúlaleiðslur løgfrøðiliga -  Norðurlendskar og altjóða organisatiónir og netverk um faklig viðurskifti -  Luttaka í sambandi við setan av stjórum -  Avgreiða alment innlit -  Journal, bókhald o.l. -  Aðrar ad-hoc ella varandi uppgávur Fíggjarstýring -  Menna eina effektiva fíggjarstýring fyri undirvísingarverkið sum heild -  Skynsom gagnnýtsla av tilfeinginum innan undirvísingarverkið og taka stig til at vísa á møguligar búskaparligar betranir -  Gera uppskot til fíggjarlóg og eykjafíggjarlógir á §7, í tøttum samskifti við Mentamálaráðið og skúlarnar -  Skipa fyri, at hagtøl og virksemisyvirlit eru tøk -  Regluligt fíggjar- og roknskapareftirlit eftir galdandi reglum -  Fyrireika mánaðarligar roknskapargóðkenningar innan øki -  Samskipa og svara Landsgrannskoðanini í samskifti við Mentamálaráðið -  Ráðgeving og luttøka í sambandi við lønarsamráðingar og samskifti við fakfeløg -  Stýring av byggimálum í samstarvi við Landsverk um hetta er delegerað frá Mentamálaráðnum -  Bókhald fyri virksemið Fólkaskúlin v.m. -  Meginfyrisiting fyri fólkaskúlaøkið v.m. -  Fyrisita og menna tillutan av tímum til fólkaskúlan og sernámsøkið, -  Forskipan til lønarkoyringar fyri fólkaskúlan og sernámsøkið -  Umsita ársverkið fyri fólkaskúlan -  Fíggjarmál innan skúlaøkið, háskúlar, húsarhaldskúla og frítíðarundirvísingina -  Námsfrøðiligt eftirlit við frískúlum og skúlatilboði til ung við breki o.l.. Miðnám- og hægri undirvísing - Fyrisita og samskipa næmingaupptøkuna til miðnámsskúlarnar 16 -  Umsita felagskontur fyri miðnám- og maritimu skúlarnar -  Hava innlit í virksemi og fíggjarviðurskifti í stovnum og skúlum, herundir eisini Setrið. Atknýttir stovnar -  Allar uppgávur, sum hava ligið hjá stovnunum. Saman at arbeiða fyri at fáa samskipanarfyrimunir -  Studni avgreiða lestrarstuðul og skipa hagtøl um lesandi -  Yrkisdepilin rakstur og menning av yrkisútbúgvingarøkinum -  Próvstovan royndarhald í undirvísingarverkinum og eftirmetingar -  Musikkskúlin yvirskipað ábyrgd, setanir og lønarútgjaldingar Starvsfólk Undirvísingarstýrið má hava teir neyðugu starvsfólkaførleikarnir, sum skulu til fyri at loysa uppgávurnar, sum eru. Eisini má talið á starvsfólkum verða nóg stórt til, at allar uppgávurnar verða loystar. Undirvísingarstýrið kemur at verða ein fyrisitingarlig eind, sum bindir saman fleiri verandi stovnar, og roknað verður við, at tað verður ein fyrimunur, at alt verður skipað undir einum. Tann størsti starvsfólkabólkurin kemur úr Mentamálaráðnum, har tær rakstrarligu og fyrisitingarligu uppgávurnar hava ligið. Ein størri miðsavnan um uppgávuna kann verða við til styrkja virkisføri í skipanini sum heild. Orka verður eisini flutt úr Sernám í Undirvísingarstýrið, av tí at uppgávurnar viðvíkjandi tímabýti og samskifti við skúlarnar um hetta, ikki longur liggja í Sernám. Ein betri loysn á teimum skipanarligu og bygnaðarligu viðurskiftunum innan sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum, kann verða við til at tryggja, at eitt betri fakligt tilboð verður veitt innan fyri karmarnar, sum eru. Afturat hesum koma øll starvsfólkini við frá atknýttum eindunum. Arbeiðið í Undirvísingarstýrinum eigur at verða skipað soleiðis, at tað ber til at gagnnýta allar starvsfólkaførleikarnar, sum eru. Hóast identitetirnir hjá teimum ymsu eindunum verður varðveittur. Størsti einstaki starvsfólkabólkurin í Undirvísingarstýringum er leiðarar/fakfulltrúar, sum eru 15 í tali. í hesum bólkinum eru bæði leiðarar og fulltrúar, sum hava fakligt innlit í tey ymsu økini. Tað verður lagt upp til, at leiðararnir ikki hava leiðsluuppgávuna burturav, men kunnu luttaka í málsviðgerðini eisini. Hetta er vanliga galdandi fyri allar smærri stovnar. Tó mugu leiðararnir sambært lóg hava heimildirnar, sum eru ásettar í lógini ella má stjórin í Undirvísingarstýrinum verða settur sum stjóri á atknýttum eindum. Førleikarnir og starvsfólk, sum mugu verða í Undirvísingarstýrinum, eru: 17 Undirvísingrastýrið Stjóri 1,0 1,0 Leiðarar/fakfulltrúar 5,0 2,0 1,0 3,0 3,0 1,0 15,0 Løgfrøðingar 1,0 1,0 Fíggjarfulltrúar 2,0 1,0 3,0 Lønarfulltrúar 1,0 1,0 2,0 Skrivarar/ málsviðgerðar 1,0 3,0 4,0 1,0 9,0 Journalfólk 0,5 0,5 Móttøka 0,5 0,5 Bókhald 0,5 0,5 íalt 12,5 3,0 5,0 7,0 4,0 1,0 32,5 Løgfrøðiliga Delegatiónsskriv Allar fyrisitingarligar rakstraruppgávur innan hetta økið verða fluttar úr Mentamálaráðnum til Undirvísingarstýrið við delegatión. Ráðgeving Løgfrøðilig ráðgeving til skúlastjórar hevur verið ein trupulleiki, tá ið fyrisitingin hevur ligið inni í Mentamálaráðnum, av tí at ráðið eisini er kærumyndugleiki. Hetta verður øðrvísi í Undirvísingarstýrinum, sum ikki kemur at verða kærumyndugleiki. Eitt krav fyri, at hetta løgfrøðiliga letur seg gera, er, at Mentamálaráðið ikki viðger mál saman við Undirvísingarstýrinum. Møgulig løgfrøðilig ivamál um hetta mugu greinast nærri. Hetta kann møguliga gerast við at ein samtaksleiðsla verður skipað fyri Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám/Sernám. Fíggjarliga Fíggjarætlan skal leggjast fyri Undirvísingarstýrið, har fleiri kontur innganga. Hesar eru serliga Mentamálaráðið og Sernám. Eitt fyrisitingarligt býtið skal gerast fyri fíggjarárið 2018, sum landsstýriskvinnan tekur avgerð um. Fyri fíggjarlógina fyri 2019 skal endaliga býtið verða gjørt. Allir teir atknýttu stovnarnir hava egið rakstrarstað á fíggjarlógini og í fyrstu syftu heldur hetta áfram. Tørvur verður á at gera millumrokningar fyri rakstraruppgávur í 2018. Møguliga skal alt leggjast á eina høvuðskontu fyri fíggjarlógina í 2019. Høli Undirvísingarstýrið skal húsast í Hoyvíksvegi 72 saman við Námi.Studni skal flyta inn í bygningin og somuleiðis starvsfólkaorkan, sum skal flyta frá Sernám. Hinir atknýttu stovnarnir eru í bygninginum frammanundan, so neyðugt er ikki at hugsa um pláss til hesi. 18 úr MMR úr Sernám Studni Próvstovan Yrkisdepilin Musikkskúlin íalt Nám Høvuðsuppgáva Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalurin Snar, faklig og undirvísingarlig ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn og útlán, KT- samskiftisskipan og skeið. Nám er ein samanlegging av Skúlabókagrunninum, Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð og KT fyrisitingina hjá skúlaverkinum, sum varð framd í 2010. Nám samskiftir við skúlar, lærarar, skeiðshaldarar, bókaútgevarar, KT-veitarar o.o.. Námsfrøðilig menning og ráðgeving Tá ið Nám varð skipað, var námsfrøðilig ráðgeving ein partur í ætlanini. Hetta er ein av uppgávunum, sum er blivin niðurraðfest í samanleggingini, fyri at geva størri rúmd til útgávuvirksemi. Tíðin er nú komin at seta økt fokus á henda partin í virkseminum og at víðka um stovnin, so hann blívur tann námsfrøðiligi menningardepilin, sum alla tíðina hevur verið visiónin. Nám skal verða ein námsfrøðiligur menningardepil, sum støðugt skal hava fokus á, hvussu útbúgving kann verða ment í øllum liðum. Lærugreinaráðgevingin í bæði fólkaskúlanum og miðnámsskúlunum verður endurskapt og víðkað. Hetta er við fólki, sum eru sett sum lærarar í skúlunum, sum fáa tímar til fakráðgevingina nakrar tímar um vikuna. Tey skulu samstundis hava ein leiðandi leiklut í mun til menningina av námsætlanunum innan fyri ta ávísu lærugreinina. Til hetta kunnu tey hava ein bólk afturat sær og at arbeiða upp ímóti. Málið við hesum er, at skúlin støðugt heldur seg dagførdan við tí, sum hendir innan fyri fakið. At skipað verður fyri fakligum skeiðum og møguligum vitjanum av útlendskum fakráðgevum, tá tørvur er á tí. Nøkur væl skikkað fakfólk skulu harumframt setast fulla tíð á námsfrøðiliga menningardeplinum og hava sum uppgávu at vera slóðarar og kveikjarar fyri menningina í skúlum og dagstovnum. Eisini er týdningarmikið, at gott samband er við Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, sum útbýr bæði námsfrøðingar og lærarar. Harumframt stendur Námsvísindadeildin fyri námsfrøðiligu útbúgvingini (Nú) hjá miðnámsskúlalærarum. Sernámsfrøðiliga ráðgevingin skal harumframt skipast sum ein eind, sum hevur eitt ávíst knýti til Nám í síni ráðgeving í skúlaverkinum og dagstovnaøkinum. Hetta hevur við sær, at tey flestu fakfólkini, sum í dag arbeiða innan fyri Sernám, koma at verða partur í einum størri námsfrøðiligum umhvørvi. At skapa eitt tættari samband millum normaløkið og serøkið kann verða ein styrki fyri bæði økini. Hvussu tætt knýtið skal verða, skal viðgerast nærri í tilgongdini. Helst fara fleiri av hesum funktiónum at vera organisatoriskar eindir, har stjórin ella stjórarnir hava samskipandi og stýrandi leiklutin fyri heildini. 19 1. Fakráðgeving/lærugreinaráðgeving 2. Sernámsfrøðilig ráðgeving 3. útvega undirvísingartilfar 4. Royndar- og próvtøkuhald 5. KT skipanir 6. Eftirútbúgvingar og skeið Bygnaður Stjórin í Námi skal skipa bygnaðin. í myndini niðanfyri eru tær ymsu virkiseindirnar vístar. Uppraðfesta uppgávan við námsfrøðiligiari menning og ráðgeving er avmyndað sum ein tvørgangandi funktión í Námi. Eitt tætt knýti skal verða við Sernám, sum tó skal skal verða ein sjálvstøðug organisatorisk eind. Deiluppgávurnar Námsfrøðilig menning Skipað verður ein tvørgangandi menningareind við atliti at námsfrøðiligari, sernámsfrøðiligari og fakligari menning, har ráðgevingarparturin verður staðsettur og dagliga arbeiðið við námsætlanum. Stovnurin eigur umframt at hava tilknýti til Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið eisini at hava tætt samband við fólka-, vinnu- og miðnámsskúlar, Setrið og stovnar á mentanarøkinum. Byrjað verður við eini ráðgevingarskipan, sum fatar um lærugreinaráðgeving, fakliga og nám-, og sernámssfrøðiliga ráðgeving, námsætlanir, ráðgeving innan próvtøkugerð, trivnað og skúlamenning. Umráðandi er, at bæði ráðgevar og lærugreinaráðgevar røkja ráðgevarastarvið sum part av sínum lærarayrki. Sernámsfrøðiliga ráðgevingin er øðrvísi skipað innihaldsliga og setanarliga. Ráðgevingarskipanin 20 kann verða sett í verk í stigum yvir trý tey næstu skúlaárini og ment at fata um fleiri partar og ikki minst samstarvspartar. Setast skal ein ábyrgdarpersónur í fakligu, náms-, sernámsfrøðiligu eindini umframt lærugreinaráðgevar innan ymsu fakøkini. Sernámsfrøðiligu ráðgevarnir í Sernámi verða knýttir at hesi eind. Avgjørt er ikki, hvussu hetta kann verða gjørt. Dagliga arbeiðið við námsætlanum verður skipað í Námi, har ráðgeving, viðgerð og tilráðing um dagføringar verður partur av arbeiðnum hjá fakligu, náms-, og sernámsfrøðiligu menningini, meðan Mentamálaráðið hevur yvirskipað ábyrgd av námsætlanum við atliti at góðkenning, nýgerð og dagføringum. Uppgávurnar verða í høvuðsheitum:  at svara og avgreiða fyrispurningar á útbúgvingarøkinum, sum taka støði í námsætlanunum  at ritstjórna nýggjum námsætlanum eftir umbøn frá Mentamálaráðnum  at eftirmeta og gera uppskot um dagføringar til Mentamálaráðið  at taka ímóti og viðgera uppskot um broytingar ella rættingar í námsætlanunum  at leggja til rættis og skipa samskiftið við ráðgevar, ið varða av teimum ávísu námsætlanunum og læriøkjunum  at gera vegleiðingar til námsætlanir og kunngerðir á økinum  at leggja til rættis og taka støðu til, hvussu eftirmeting og próvtøka verða framd samsvarandi námsætlanunum  at umsita og menna heimasíðuna við námsætlanum, sum skal vera ein almennur portalur, har øll tann fyrisitingarliga kunningin um námsætlanir er samskipað  at skipa fyri almennu kunningini um námsætlanir og fyriskipanir, sum eru knýttar at námsætlanunum og undirvísingini  at fylgja við tí, sum fyriferst innan gransking og menning á námsfrøðiliga økinum, serstakliga tá ið talan er um námsætlanararbeiði og kunning í hesum sambandi Knýti til Sernám Sernám verður varðveittur sum stovnur, men fysiskt fluttur saman við Nám á Hoyvíksveg 72. Sernámsfrøðilig ráðgeving eigur at verða tøtt knýtt at aðrari fakligari og námsfrøðiligari ráðgeving umframt, at verða knýtt at undirvísingarmiðlum, KT økinum og skeiðsvirksemi. Sambært kunngerð nr. 38 frá 21. apríl 2016 um serundirvísing, serligan tørv og sernámsfrøðiligan stuðul er sernámsfrøðilig ráðgeving skipað í stovninum Sernám til at ráðgeva, samskipa og samstarva um serundirvísing, serligan tørv og sernámsfrøðiligan stuðul. Sernám hevur sum arbeiðsuppgávu at skipa fyri og ráðgeva í øllum sernámsfrøðiligum spurningum, at gera kanningar og veita stuðul og vegleiðing, so at allir næmingar mennast. Sostatt skal Sernám veita stovnum og skúlum dygdargóða fakliga ráðgeving í sálarfrøðiligum og sernámsfrøðiligum spurningum. Undirvísingamiðlar Stórur partur av virkseminum hjá Námi fatar um at útvega skúlaverkinum dygdargóðar undirvísingarmiðlar. útgávuvirksemið er heimilað og skipað sbrt. Løgtingslóg nr. 53 frá 15. mai 2014 um at útvega undirvísingarmiðlar o.a. Undirvísingarmiðlar eiga ein stóran leiklut í sambandi við læring og málsligu menningina hjá børnum og ungum, tí eigur áherðsla at verða løgd á fjøltáttað námsfrøðiligt og fakligt útgávuvirksemið. Visjónin er, at allar lærugreinir í fólkaskúlanum skulu hava eina uppruna føroyska ella tillagaða grundbók, ið ikki er eldri enn 21 10 ár, og at allar kravdar lærugreinir á B og C stigi í miðnámi skulu hava eina uppruna føroyska, tillagaða ella týdda grundbók, ið ikki er eldri enn 10 ár. Harumframt er ætlanin, at lærugreinir á A, B og C stigi, sum nógvir næmingar velja, eiga at hava eina uppruna føroyska, tillagaða ella týdda grundbók. KT KT- økið í skúlaverkinum er savnað í Námi og felags skipanir, sum samstarva, verða gjørdar. Tær skipanir, sum eru við Snar-portalinum og S-bókum verða mentar, og skipan verður funnin fyri tøkniliga partin í próvtøkum, landsroyndum, PISA og innanhýsis eftrmeting í skúlunum. Nógv er hent á kt-økinum síðstu tíðina, har stórar broytingar/dagføringar eru framdar. FirstClass er farið í søguna, og Office 365 er implementerað í føroyska fólkaskúlanum. Umsitingar- og fíggjarbyrðan er soleiðis partvís miðfirrað. Undirstøðukervið hevur avbjóðingar, tí í løtuni eru einar 4-5 skipanir, sum ikki tosa saman, tosað verður um ein servara fyri alt landið, evt. Microsoft loftservara. Býtið millum NáM og kommunurnar eigur at verða dagført, hvør eigur hvørjar uppgávur og harvið eisini rokningar. Hvar standa kt-vørðirnir í hesum. Tað fellur natúrligt onkusvegna, at námsfrøðiligi parturin liggur hjá vørðunum/NáMi, meðan tøkniligi parturin er kommunurnar. Her mugu neyðugar avtalur og leiðreglur gerast. Eftirútbúgving Tað er ein áhaldandi tørvur á eftirútbúgving. Lærarin skal møta næminginum, har hann er staddur bæði sosialt og fakliga. Samfelagið er í støðugari menning, og nýggj gransking og læring krevja bæði fakliga og didaktiska vitan innan námsfrøði og lærugreinir, sum seta stór krøv til dagførda útbúgving. Serliga tøkniliga menningin seinastu árini hevur elvt til, at førleikakrøvini broytast munandi skjótari enn bara fyri fáum árum síðani. Eisini broytti hugburðurin til arbeiðslag, at tú skalt arbeiða sjálvstøðugt og í verkætlanum, setur øðrvísi krøv og at undirvísingin er grundað á eitt granskandi arbeiðslag. Mentamálaráðið hevur arbeitt við at skipa ein eftirútbúgvingardepil, har málið er, at øll starvsfólk í skúlum og á stovnum, sum Mentamálaráðið varðar av, skulu hava møguleika at eftirútbúgva seg á einum og sama staði. Henda skipan er ikki sett í verk, og tí liggja uppgávurnar framvegis í fleiri støðum, í høvuðsheitum í Mentamálaráðnum, á Námi og á Setrinum. Umráðandi er tí, at skipað samstarv er millum partarnar. Mælt verður til hesa skipan:  at styttri skeiðini verða fyriskipað á Námi,  at drúgvari eftir- og framhaldsútbúgvingar verða á Námsvísindadeildini og at Ráðleggingarnevndin fyri eftirútbúgving sum samskipan verður knýtt at fakligu, náms- og sernámsfrøðiligu menningini. Fíggjarliga Nám heldur á fram sum rakstrareind við teirri fíggjarjáttanini sum er á fíggjarlógini. Afturat hesum skal játtast ein meirjáttan til at taka sær av uppgávunum við námsfrøðiligari menning, herundir námsætlanirnar. Virksemið hjá Námi verður fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini og inntøku frá sølu. Sernám verður eisini egið rakstarstað á fíggjarlógini.Møguliga kunnu bæði økini verða undirkonti á eini felags høvuðskonto. Høli Nám og Sernám skulu ætlandi hýsast saman á Hoyvíksvegi 72. 22 Tilgongd, avgerð og verksetan Tað er landsstýriskvinnan, sum hevur tikið avgerð um at farast skal víðari við ætlaðu bygnaðarbroytingini, sum er lýst í hesum skrivinum. Tilgongd higartil og hoyring Ein tilgongd hevur verið innanhýsis í Mentamálaráðnum síðani august mánað 2017, har arbeitt hevur verið við hesi ætlaðu bygnaðarbroytingini. áðrenn tað hevur spurningurin verið uppi at vent nógva ferðir. Sum partur í tilgongdini, hevur Mentamálaráðið valt at útseta at seta deildarstjórastarvið á Undirvísingardeildini, samstundis sum ráðið hevur yvirtikið leiðsluna av Sernám og Studna, soleiðis at hesar setanir kunnu innganga í nýggju heildina. Stjórastarvið á Námi er nýliga sett og er ætlaði bygnaðurin nevndur í hesum sambandi. Setanin av leiðara á Yrkisdeplinum kemur eisini at verða merkt av ætlaðu broytingini. Bygnaðarbroytingar í Mentamálaráðnum 2017/2018 Samlað uppskot Landsstýriskvinnan fingið uppskotið til støðutakan Endaligt uppskot til hoyring internt Bygnðarbólkurin hjá stjórnarfyrisitingini kunnaður Kunning á landsstýrisfundi Støðutakan til bygnaðarbroytingin - principavgerð Kunningarætlan Kunningarætlan um bygnaðarbroytingarnar fyrireikast Kunning fremjast Tilgongd við atknýttum stovnum Nám, Próvstovan Studni, Yrkisdepilin, Musikkskúlin Sernám Avgerð og fráboðan Delegatiónsskriv Leggja ætlan við delegatiónsskriv til Undirvísingarstýri Orða delegatiónsskriv Støðutakan til delegatiónsskriv Fíggjarlig viðurskifti Fíggjarliga býtið fyrireikast Støðutakan til fíggjarliga býtið Fremja broytingarnar í fíggjarligu viðurskiftini Samstarvspartar Byrja kunning til samstarvspartar Kunning av samstarvspørtum heldur fram Hølisviðurskifti Kanna hølisviðurskifti í MMR og Hoyvíksvegi 72 Fyrireika fráboðan um hølisviðurskifti Fráboðað hølisviðurskifti og avtala tilgongd Fyrireika broytingar í hølisviðurskiftinum at fremja skjótast Starvsfólkaviðurskifti Fyrireika lýsing eftir stjóra til Undirvísingarstýrið Søkja eftir stjóra til Undirvísingarstýrið Søkja eftir leiðarar til Studna/fulltrúa úS Byrja tilgongd um starvsfólkabýtið millum MMR og úS Starvsfólkabýti tilgongd Støðutakan til starvsfólkabýtið Starvsfólkabroytingar fremjast 23 Vika 45, 2017 Vika 46, 2017 Vika 47, 2017 Vika 48, 2017 Vika 49, 2017 Vika 50, 2017 Vika 51, 2017 Vika 52, 2017 1. kv. 2018 2. kv. 2018 3. kv. 2018 4. kv. 2018 Øll starvsfólk í Mentamálaráðnum hava luttikið á tveimum 2-daga arbeiðsseminarum, har ætlanin hevur verið viðgjørd. Tann fyrra var 28. og 29. august og seinna var 24. og 25. oktober. Bæði arbeiðsseminarini vóru á Hotel Føroyum og var vinnusálarfrøðingurin Helgi Rasmussen ráðgevi á báðum. í millum arbeiðsseminarini hava tríggir arbeiðsbólkar arbeitt við bygnaðunum v.m. fyri ávikavist Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og broytta Nám. Samlaða samanskrivaða uppskotið eftir seinna arbeiðsseminar varð síðani lagt til landsstýriskvinnuna at taka støðu til. Eftir smávegis tillagingar var uppskotið síðani sent til hoyringar innanhýsis í Mentamálaráðnum, sum var liðug 28. november. Tað vóru mest tekniskar rættingar, sum blivu gjørdar áðrenn endaliga uppskotið var lagt fyri landsstýriskvinnuna at taka støðu til. Verksetingin er løgd til rættis, sum lýst í talvuni omanfyri. Tíðarætlanin er broytt í mun til hana, sum var løgd fram á seinasta arbeiðsseminari, har málið var, at alt skuldi verða komið upp á pláss áðrenn 2017 er komið at enda. Neyðugt er at taka atlit til starvsfólkastøðuna í Mentamálaráðnum í løtuni, har fleiri hava verið rakt av sjúku, samstundis sum fleiri ósett størv eru eisini í sambandi við at Mentamálaráðið hevur yvirtikið leiðsluna á undirliggjandi stovnum. Verksetingarætlanin er løgd til rættis soleiðis, at tá ein prinsippavgerð um bygnaðarbroytingina er tikin eftir, at uppskotið hevur verið til innanhýsis hoyring, so verður farið til verka. Kunnast skal um ætlanina og allir partar skulu verða tiknir við. Stjórastarvið í Undirvísingarstýrinum verður lýst leyst, men viðkomandi, sum verður settur, verður í fyrstu atløgu deildarstjóri í Mentamálaráðnum og verður við til at skipa ta nýggju eindina. Tá ið teir flestu smálutir eru komnir upp á pláss í 2018, kann formliga uppdeilingin verða gjørd. . Politisk kunning og avgerð Bygnaðarbólkurin hjá stjórnarfyrisitingini hevur eisini fingið uppskotið til kunningar og møguligar viðmerkingar. Um tørvur er á tí, kann samlaða landsstýrið verða kunnað. Kunningarætlan Ein kunningarætlan skal verða fyrireikað, sum kann verða sett í verk, tá ið avgerðin er tikin í viku 49/50. Kunningarætlanin rættar seg móti øllum viðkomandi pørtum og er støðutakan til málbólkarnir ein partur í arbeiðinum. Atknýttu stovnarnir Teir atknýttu stovnarnir skulu kunnast um samlaðu ætlanina. Allir stovnarnir hava fingið kunning, tá ið tilgongdin byrjaði, so tað er ikki heilt nýtt, sum nú verður lagt fyri teir. Tað bleiv greitt frá fyri teimum tá, at ein fortreyt fyri, at nøkur broyting bleiv gjørd á øðrum økjum, var, at Mentamálaráðið bleiv umskipað. Tá ið hetta er avgjørt, er tíð at fara víðari. Tað er týdningarmikið, at teir atknýttu stovnarnir eisini kunnu hava sína tilgongd og viðgera yvirgongdina til tað nýggja. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógva tíð henda tilgongdin kemur at taka, men roknað verður við, at tað mesta er ligðugt í 1. ársfjórðingi í 2018. Roknað verður við, at tað kemur at taka longri tíð á Sernám, so tíð er sett av til tað mesta av 2018 men tað vil tíðin vísa. 24 Fyri at røkka ætlaðu fyrimununum er eisini neyðugt, at tilgongdin við at fáa eina felags visjón heldur á fram eftir at stovnarnir eru lagdir saman, Delegatiónsskriv Avgerandi fyri, at nýggja skipanin við einum Mentamálaráði og einum Undirvísingarstýri løgfrøðiliga skal fáast at virka, er, at uppgávu- og ábyrgdarbýtið er greitt frá byrjan. Helst heilt niður í minstu smálutir. Roknast má tó við, at tað kemur at verða ein skiftistíð, har ógreiðir mugu fáast upp á pláss. Eitt delegatiónsskriv skal gerast, har farið verður alt málsøkið hjá landsstýriskvinnuni ígjøgnum fyri at siga, hvør hevur ábyrgd av hvørjum. (Sí fylgiskjal 1) Avvarðandi fakfulltrúar skulu innan síni egnu umsitingarøki gera uppskot til delegatiónsskriv eftir forleggi, sum var brúkt, tá ið delegatiónsskriv varð skrivað viðvíkjandi Próvstovuni. Løgfrøðingarnir skulu samskipa hetta arbeiði, og leiðslan skal síðani viðgera tey. Landsstýriskvinnan skal formliga seta tey í verk. Hóast ein uppgáva verður delegerað, so liggur ábyrgdin framvegis hjá landsstýriskvinnuni í síðsta enda. Ein annar løgfrøðiligur spurningur, sum má avklárast, er spurningurin um, hvussu Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið kunnu arbeiða tætt saman á nøkrum økjum og samstundis ikki á øðrum. Her verður hugsað um, at Undirvísingarstýrið skal kunna veita stovnum og skúlum løgfrøðilig ráð, samstundis sum Mentamálaráðið kann vera kærustovnur í teimum somu málunum. Hinvegin skulu Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið arbeiða tætt saman um fíggjarligu stýringina og fíggjarlógararbeiðið. Fyribilskanningar hava víst, at hetta møguliga kann gerast við at skipa eina samtaksleiðslu. Fíggjarlig viðurskifti Tað eru tvey fíggjarlig viðurskifti í sambandi við umskipanina av Mentamálaráðnum. Annað er rakstrarútreiðslurnar hjá fyrisitingunum. Hitt er ábyrgdarbýtið av teimum ymsu rakstrarstøðunum á §7 á fíggjarlógini. Viðvíkjandi rakstrarútreiðslunum skal gerast upp, hvussu stór fíggjarorka skal verða í teimum einstaku eindunum. í fyrstu atløgu er ætlanin, at hetta verður gjørt fyrisitingarliga út frá avgerð hjá landsstýriskvinnuni, tá ið hetta er gjørt upp. Tað koma at verða millumrokningar millum ymsar rakstrarkonti. Her er serliga talan um Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám. í ávísan mun eisini fólkaskúlajáttanina og játtanina til miðnámsøkið. Viðvíkjandi samlaðu fíggjarlógini má verða farið ígjøgnum allar rakstrarkonturnar á §7 fyri at taka støðu til, hvørjar konti Undirvísingarstýrið skal hava uppfylgingina fyri. Hetta kemur so at verða ein partur av delegatiónsskrivinum frá landsstýriskvinnuni til stjóran í Undirvísingarstýrinum. (Sí fylgiskjal 2) Samstarvspartar hoyring Tað eru nógvir áhugapartar, sum hava sjónarmið um, hvussu Mentamálarráðið eigur at verða skipað og virkað. Tað snýr seg serliga um fakfeløg, sum umboða sjónarmið hjá starvsfólkum, sum kunnu føla seg ótrygg við broytingunum. Hetta er bæði starvsfólk í Mentamálaráðnum og undirliggjandi skúlum og stovnum. 25 í tilgongdini er umráðandi, at áhugapartarnir eru væl kunnaðir og hoyrdir. Hølisliga Ætlanin er, at bygningurin á Hoyvíksvegi 72 skal verða til Undirvísingarverkið burturav. í bygninginum skulu Undirvísingarstýrið, saman við teimum atknýttu stovnunum, Nám og Sernám húsast. Neyðugt verður helst at gera onkrar tillagingar í bygninginum, fyri at hetta skal verða møguligt. Farast skal undir hetta arbeiði sum skjótast eftir at avgerð um broytingina er tikin. Mentamálaráðið skal flyta í onnur høli, sum helst skulu verða so tætt hinum stjórnarráðunum í Tinganesi sum møguligt. Talan má verða um høli, sum eru virðilig fyri eitt landsstýrisfólk, sum hevur nógvar umboðandi uppgávur. Tað má verða eini høli, sum kunnu hýsa um leið 15-20 starvsfólkum. Onkrir møguleikar hava verið nevndir og arbeiðast skal víðari við hesum, so skjótt, sum avgerðin er tikin. Starvsfólkaliga Tá ið prinsippavgerðin er tikin um nýggja bygnaðin, verður lagt upp til at søkt verður eftir stjóra til Undirvísingarstýrið so skjótt sum møguligt. Nýggi stjórin skal í fyrstu syftu virka sum deildarstjóri í Mentamálaráðnum. Viðkomandi skal luttaka í tilgongdini við uppbýtinum av starvsfólkaorkuni í Mentamálaráðnum. Starvsfólkaorkan í Mentamálaráðnum skal býtast millum nýggja Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið. Tað er týdningarmikið, at hetta verður gjørt í eini tilgongd, har starvsfólk hava møguleika fyri at verða hoyrd. í fleiri førum er tað upplagt, hvar ta einstaka starvsfólkið natúrliga eigur at starvast í tí broytta bygnaðinum, men tað eru fleiri starvsfólk, sum kunnu verða á báðum støðum. Tað er tørvur á øllum og meiri enn tað, so tað er ikki nakar vandi fyri, at tað ikki er pláss fyri øllum. Tilgongdin við starvsfólkabýtinum fer at verða gjørd í eini tilgongd, sum fer at innihalda umleið hesi stigini: 1. Fundur millum álitisfólk og aðalstjóra um, hvussu tilgongdin skal verða skipað 2. Tilgongd, har starvsfólk og leiðsla seta fram og viðgera ynskini 3. Uppskot til starvsfólkabýtið til hoyringar hjá starvsfólkum 4. Støðutakan til starvsfólkabýtið 5. Stavsfólkabýtið fremjast til ávíst tíðspunkt Søkt kann eisini verða eftir stjóra til Studna, tá ið prisippavgerðin er tikin. Møguligt er eisini at stjórin í Undirvísingarstýrinum formliga eisini er stjóri í Studna og at ein eindarleiðari verður settur fyri Studna. Hetta soleiðis, at tryggja verður ein betri samanhangur. Ætlanin er, at hesin eisini skal virka sum málsviðgeri í Undirvísingarstýrinum, hóast Studni skal hava fyrstu raðfesting. 26 Fylgiskjal 1: Málsøkjabýtið løgmans til mentamál Kapittul 9 Landsstýrismaðurin í mentamálum Fyrisitingarheimildir § 43. 1) 2) Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum: 1) Lov nr. 88 af 15. maj 1903 om Valgmenigheder, sbr. ræðislógini § 2. R 2) L. nr. 128 af 28. april 1916 om Afstaaelse af Grund til Kirker og Kirkegaarde, sbr. ræðislógini § 2. R 3) A. nr. 441 af 21.11.1923 hvorved Lov nr. 353 af 7. August 1922 om den offentlige Fred paa Folkekirkens Helligdage samt Grundlovsdagen sættes i Kraft pa Færøerne, § 2 b, sbr. ræðislógini § 2. R 4) Ll. nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum. R 5) Ll. nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminnissavn. R 6) Ll. nr. 26 frá 17. august 1955 um Føroya Náttúrugripasavn. R 7) Ll. nr. 29 frá 24. apríl 1957 um Havnar Skansa. R 8) L. nr. 225 af 31. mai 1968 om anmeldelse af fødsler og dødsfald, § 4. R 9) Ll. nr. 17 frá 9. mai 1972 um bygdasøvn við mentunarsøguligum virksemi. R 10) Ll. nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting. R 11) Ll. nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, tó ikki § 3, nr. 5 og § 4. R/S 12) Ll. nr. 69 frá 28. mai 1980 um læraraútbúgving. R 13) Ll. nr. 63 frá 23. juni 1983 um bústaðarhús til fólk í útbúgving. R/S 14) Ll. nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m. Kunngerð gerast um býtislyklar S 16) Ll. nr. 93 frá 4. oktober 1984 um biografar. R 17) Ll. nr. 62 frá 9. juni 1988 um ávísar skúlar. R 27 18) Ll. nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn. R 19) Ll. nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, tó ikki § 10, stk. 3 og § 11, stk. 2, nr. 3. R/S 20) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark. R 21) Ll. nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar m.v. R/S 22) Ll. nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. R/S 23) Ll. nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan. R/S 24) Ll. nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar. R/S 25) Ll. nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar. R/S 26) Ll. nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS- útbúgvingar). R/S 27) Ll. nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar). R/S 28) Ll. nr. 42 frá 23. apríl 1999 um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving). R/S 29) Ll. nr. 43 frá 23. apríl 1999 um hægri handilspróvtøku (HH- útbúgving). R/S 30) A. nr. 885 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om begravelse og ligbrænding (Begravelsesloven), sbr. ræðislógini § 2. R 31) A. nr. 888 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens kirkebygninger, sbr. ræðislógini § 2. R 32) Ll. nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, tó ikki § 6 a og kærumál, sbr. § 11 viðvíkjandi fríplássum. R/S 33) Ll. nr. 83 frá 17. mai 2000 um eftirskúlar. R/S 34) Ll. nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins. R 35) Ll. nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. R/S 36) Ll. nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn. R 37) Ll. nr. 85 frá 15. mai 2001 um gransking. R 28 38) A. nr. 37 frá 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgaelse og opløsning, § 13, § 14, stk. 2, § 15, § 18, stk. 3 (kirkjulig vígsla) og § 20, stk. 1, sbr. ræðislógini § 2. R 39) Ll. nr. 42 frá 26. mars 2002 um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað. R/S 40) Ll. nr. 46 frá 26. mars 2002 um frískúlar. R/S 41) Ll. nr. 2 frá 22. januar 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum. R 42) Ll. nr. 67 frá 2. mai 2003 um skúlatilboð til ung við breki. R/S 43) Ll. nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. R 44) Ll. nr. 22 frá 17. mai 2004 um yrkisskeið. R/S 45) Ll. nr. 92 frá 21. desember 2004 um vernd av fornlutum í havinum. R 46) Ll. nr. 37 frá 26. apríl 2005 um at digitalisera útvarp og Sjónvarp Føroya. R 47) Ll. nr. 49 frá 9. mai 2005 um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum. R/S 48) Ll. nr. 50 frá 9. mai 2005 um serskúla. R/S 49) Ll. nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m. R/Mgr. 50) Ll. nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp. R 51) Ll. nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul. R/S 52) Ll. nr. 42 frá 8. mai 2007 um miðlaráð til verju fyri børn og ung. R 53) Ll. nr. 60 frá 7. juni 2007 um fólkakirkjuna í Føroyum. R 54) Ll. nr. 61 frá 7. juni 2007 um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar. R 55) Ll. nr. 27 frá 19. mai 2008 um kirkjuráð og próstadømisráð. R 56) Ll. nr. 36 frá 19. mai 2008 um íløgu í kringvarpssendinetið. R 57) Ll. nr. 42 frá 26. mai 2008 um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni. R 58) Ll. nr. 43 frá 26. mai 2008 um at byggja skúladepil í Tórshavn. R 59) Ll. nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya. R 60) Ll. nr. 57 frá 26. mai 2010 um heilsuútbúgvingar. R/S 29 61) Ll. nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð. R 62) Ll. nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar. R/S 63) Ll. nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip. R 64) Ll. nr. 48 frá 10. mai 2013 um embæti og størv í fólkakirkjuni. R 65) Ll. nr. 53 frá 15. mai 2014 um at útvega undirvísingarmiðlar o.a. VN 66) Ll. nr. 67 frá 15. mai 2014 um førleikameting. R 67) Ll. nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt (Upphavsrættarlógin). R 68) Ll. nr. 79 frá 22. mai 2015 um skúladepil í Marknagili. R 15) Ll. nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlar (Musikkskúlalógin) S Umsitingarøkið § 44. 1) 2) Landsstýrismaðurin í mentamálum umsitur dagstovnar, fólkaskúlamál, ítróttarmál, kirkjumál og onnur trúarsamfeløg, kringvarpssendinet, loftmiðlamál, mentamál (tó ikkiviðurskifti viðvíkjandi projektinum Salt á Drelnesi), vinnu- og miðnámsskúlamál og vísinda- og granskingarmál. Somuleiðis umsitur hann mál um at gera eina antikvariska serskipan fyriKoltur. R Stk. 2. 1) 2) Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis: 1) Føroya Fólkaháskúla. S 2) Føroya Handilsskúla. S 3) Frískúlanum, Keldan. S 4) Frískúlanum í Havn. S 5) Fróðskaparsetur Føroya. R 6) Húsarhaldsskúla Føroya. S 7) Kirkjubømúragrunnurin. R 8) Klaksvíksgrunnurin. ? 9) Kringvarpi Føroya. R 10) Listasavni Føroya. R 11) Orðabókagrunninum. R 12) Stiftsstjórnini. R 13) Tekniska Skúla í Klaksvík. S 14) Tekniska Skúla í Tórshavn. S 15) Tórsvallargrunninum. ? 30 Løgtingslógaruppskot § 45. 1) 2) Landsstýrismaðurin í mentamálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum: 1) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 5: Lærudreingir. R 2) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 9: Skúlamál. Harundir hoyra bæði fólkaskúlin, próvskúlar og skeið, læraraskúlin, fólkaháskúlar, eftirskúlar, ungdóms- og kvøldskúlar, húshaldsskúlar, fakskúlar sum handilsskúlar, tekniskir skúlar, navigatiónsskúlar o.s.fr. R 3) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 10: Skjalasøvn, bókasøvn, gripagoymslur. R 4) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 11: Friðan av bygningum. R 5) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 14: Sjónleikar- og ljósmyndaloyvi, skemtunarmál. R 6) Sbr. heimastýrislógini lista B nr. 1, sbr. Ll. nr. 62 frá 7. juni 2007 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg og Ll. nr. 35 frá 9. mai 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Halgidagslóggáva. R 7) Sbr. Ll. nr. 54 frá 11. mai 2009 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Upphavsrættur. R Ríkislógartilmælisuppskot § 46. 1) 2) Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Stjórnarskipan danska ríkisins, tó bert viðvíkjandi lóggávuni um statens arkiver. R Ræði á løgtingsfíggjarlógini § 47. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur ræði á § 7, mentamál á løgtingsfíggjarlógini. R/S/R? Tænastuboð § 48. 1) 2) Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð: 1) á Skúlatrøð. S 2) Eiðis skúli. S 3) Eysturskúlin. S 4) Fámjins skúli. S 5) Fuglafjarðar skúli. S 31 S S S S S S S S S S S S R R R S S S S S S R S S S S S S S S S S S S S S S S S S S 6) Glasir. . 7)  Haraldssunds skúli. . 8)  Heilsuskúli Føroya. . 9)  Hósvíkar skúli. 10) Hoyvíkar skúli.11) Húsar/Syðradals skúli.12) Hvalbiar skúli.13) Hvalvíkar skúli.14) Kaldbaks skúli.15) Kollafjarðar skúli.16) Kunoyar skúli.17) Kvívíkar skúli.18) Landsbókasavnið.19) Landsskjalasavnið.20) Mentamálaráðið.21) Miðnám á Kambsdal, heruppií HF skeiðið í Klaksvík. 22) Miðnám í Vestmanna.23) Miðnámsskúlin í Suðuroy.24) Mikladals/Trøllanes skúli.25) Musikkskúlin.26) Mykines skúli.27) Nám.28) Nólsoyar skúli.29) Oyndarfjarðar skúli.30) Porkeris skúli.31) Runavíkar skúli.32) Sandoyar meginskúli.33) Sands skúli.34) Sernám.35) Sjónám.36) Skála skúli.37) Skálavíkar skúli.38) Skopunar skúli.39) Skt. Frans skúli.40) Skúlatilboð til ung við breki.41) Skúlin á Argjahamri.42) Skúlin í Eysturkommunu.43) Skúlin á Fløtum.44) Skúlin á Fossánesi.45) Skúlin á Giljanesi.46) Skúlin á Løgmannabreyt. 32 47) Skúlin við Streymin. S 48) Sørvágs skúli. S 49) Stranda skúli. S 50) Studni. S 51) Sumbiar skúli. S 52) Tjóðsavnið. R 53) Tofta skúli. S 54) Tvøroyrar skúli. S 55) Vágs skúli. S 56) Velbastaðar skúli. S 57) Vestmanna skúli. S 58) Viðareiðis skúli. S 59) Vinnuháskúlin, herundir Trygdardepilin. S Stk. 2. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um, hvussu og hvørji staðarnøvn skulu nýtast av teimum í Føroyum. R 33 Fylgiskjal 2: Grein 7 á fíggjarlógini Fíggjarár 2017 Grein 07 Mentamál Játtanarroknskapur - Høvuðs Konta 7 Heiti Játtan 2017 S ella R 11109 Mentamálaráðið (Rakstrarj.) 20.167.000 1. FÆ og fyristing herundir lønarfyrisiting og starvsfólkamálum 2. Kærir fyri alla § 73. Landsgrannskoðarin fyri alla § 7 1.R 2.R 3.R 23104 Stýrið (Rakstrarj.) 3.332.000 Viðgerð av FÆ R 23113 Skúlabókagerð (Rakstrarj.) 512.000 1.Gera reglugerð,2. viðgera umsóknir,3. raðfesta játtan og4. hava eftirlit við latnari játtan 1. S/R 2. S 3. S/R 4. S 23118 Nám (Rakstrarj.) 14.246.000 1. Viðgerð FÆ, fíggjareftirlit og 2. seta krøv til stovnin 1. S 2. R 23122 Barnabløð (Stuðulsj.) 253.000 Roknskapareftirlit S 23125 Barnabókaútgáva (Stuðulsj.) 2.031.000 Roknskapareftirlit S 23131 Próvtøkur (Rakstrarj.) 10.854.000 1. Viðger FÆ, fíggjareftirlit og 2. seta krøv til stovnin 1. S 2. ? 23137 Meginfelag føroyskra studenta, MFS (Stuðulsj.) 181.000 Roknskapareftirlit S 23140 Næmingaheim (Stuðulsj.) 60.000 Roknskapareftirlit S 23201 Fólkaskúlin (Rakstrarj.) 312.170.000 1. Gera reglugerð/meginreglur2. Tímatilluting3. Royndar- og menningarvirksemi 1.S/R 2.S 3.S/R/N 23202 Sernám (Rakstrarj.) 73.117.000 1. Gera reglugerð/meginreglur 2. Tímatilluting 1.S/R 2.S 23203 Stuðul til fólkaskúlar (Stuðulsj.) 8.280.000 1. Ger lógarbroytingar til lógina um Frískúlar (uppskot er gjørt, hvør tekur støðu til uppskotið)?2. Fyrisitir stuðulsveiting, roknskapareftirlit til frískúlar 3. Námsfrøðiligt eftirlit við frískúlum samb. Lógini4. fyrisitir stuðulin til skúlabarnaflutning samb. Lóg 5. Ger reglugerð fyri stuðul til føroyskar skúlar uttanlands6. Fyrisitir og hevur eftirlit við stuðli til Føroyskar skúlar uttanalands 1. R 2. S 3. S 4. S 5. S/R 6. S 34 23206 Skúlatilboð til ung við breki (Rakstrarj.) 3.856.000 1. Námsfrøðiligt eftirlit og krøv 2. Fyristing av stuðulsveiting og fíggjarligt eftirlit 1. S 2. S 23210 Eftirskúlar (Stuðulsj.) 200.000 R 23302 Studentaskúlin og hf- skeiðið í Eysturoy (Løguj.) 0 lansdv 23305 Miðnámsútbúgvingar (Rakstrarj.) 213.880.000 1. Lógarbroytingar2. Samráðingar og lønarsáttmálar 3. Stjórasetanir4. Staðseting av útbúgvingum5. Fakligt samskifti ella spurningar 6. Fíggjarligt samskifti 1. R 2. S 3. R 4. R 5. S 6. S 23306 Skúladepil í Suðuroy (Løguj.) 0 1. Ráðið tekur støðu til løgur.2. Landsverk fremur og fylgir bygging landsv 23307 Tekniski skúli í Klaksvík (Løguj.) 0 1. Ráðið tekur støðu til løgur.2. Landsverk fremur og fylgir bygging landsv 23309 Skúladepil við Marknagil (Løguj.) 98.890.000 1. Ráðið tekur støðu til løgur.2. Landsverk fremur og fylgir bygging landsv 23311 Ferðavinnuútbúgving (Rakstrarj.) 600.000 1. Gera reglugerð ella lóg 2. Fíggjarætlan og eftirlit 1. R 2. S 23313 Fab Lab (Rakstrarj.) 300.000 S 23328 Studentaskúlin í Hoydølum (Løguj.) 0 1. Ráðið tekur støðu til løgur.2. Landsverk fremur og fylgir bygging landsv 23501 Fólkaháskúlar (Stuðulsj.) 5.333.000 1. Stuðulsfyrisiting2. Fíggjarligt eftirlit3. Góðkenningar og námsfrøðiligt eftirlit4. viðgera umsóknur um stuðul til (nýtt) virksemi 1. S 2. S 3. S 4. S 23504 Húsarhaldsskúlar (Stuðulsj.) 2.233.000 1. Stuðulsfyrisiting2. Fíggjarligt eftirlit3. Góðkenningar og námsfrøðiligt eftirlit4. viðgera umsóknur um stuðul til (nýtt) virksemi 1. S 2. S 3. S 4. S 23505 Húsarhaldsskúlin í Klaksvík, løgustuðul (Stuðulsj.) 400.000 Bjarni 23507 Frítíðarundirvísing (Rakstrarj.) 6.082.000 1. Ger av kunngerðum, sum lógini krevur2. Avgera hvussu býtið skal vera millum tey ymisku stuðulsmøguleikarnar 50% og 100% 1. R 2. S 23510 Musikkskúlar (Rakstrarj.) 13.409.000 1. Viðgera FÆ2. Gera kunngerðir 1.S 2.S/R 23512 Stuðul til lesi- og skriviveik (Stuðulsj.) 0 Kontan niðurløgd 23513 Felagið fyri lesi- og skriviveik (Stuðulsj.) 1.700.000 1. Gera reglugerð2. Námsfrøðiligt eftirlit 1.R 2.S 35 3. Fíggjarligt eftirlit 23605 Maritimir skúlar (Rakstrarj.) 27.665.000 1. Raksturin í Undirvísingarstýrið2. Innihaldslig krøv til útbúgvingar flytast til Sjóvinnustýrið liggur náttúrliga har, tí vitanin og tilknýtið til vinnuna er har 23615 Fróðskaparsetur Føroya (Løguj.) 8.000.000 1. Ráðið tekur støðu til løgur.2. Landsverk fremur og fylgir bygging 23616 Fróðskaparsetur Føroya (Rakstrarj.) 88.086.000 1. Vera inni í ráðnum 23620 Granskingarráð Føroya (Rakstrarj.) 2.377.000 1. Vera inni í ráðnum 23621 Granskingargrunnurin (Stuðulsj.) 7.500.000 1. Vera inni í ráðnum 23624 ES-granskingarskrá (Stuðulsj.) 10.500.000 1. Vera inni í ráðnum. Sáttmáli gerast 7. hvørt ár. Lógarbundin játtan. 23704 Lestrarstuðul (Lógarb. j.) 127.511.000 1. Stýrið 23705 Lestrarlán (Stuðulsj.) -3.000.000 1. Stýrið 24104 Føroyahús í Danmark (Stuðulsj.) 2.741.000 1. Stýrið 24105 Tiltøk fyri børn og ung (Stuðulsj.) 0 1. Mentanargrunnurin 24107 Málráðið (Rakstrarj.) 1.115.000 1. Virkar eftir lóg um Málráð skal m.a. veljast 4. hvørt ár 24110 Orðabókagerð (Stuðulsj.) 900.000 Viðgera stuðulsumsóknir. Er ikki búgvið at fara úr ráðnum 24113 Ymiskir studningar (Stuðulsj.) 2.800.000 Er ikki búgvið at fara úr ráðnum 24126 LOA-grunnurin (Stuðulsj.) 550.000 Upphædd verður flutt til LOA- grunnin sambært sáttmála 24201 Tónleikur, sangur og føroyskur dansur (Stuðulsj.) 2.515.000 24203 Filmur (Stuðulsj.) 2.000.000 24204 Mentanargrunnurin (Stuðulsj.) 7.800.000 24205 Umsiting av Mentanargrunninum (Rakstrarj.) 479.000 24206 Leiklist (Rakstrarj.) 6.061.000 24209 Tjóðleikhús (Løguj.) 4.510.000 24210 Norðurlandahúsið (Stuðulsj.) 1.700.000 24213 Heiðursgávur til mentafólk (Stuðulsj.) 500.000 24303 Søvn landsins (Rakstrarj.) 29.803.000 24306 Søvn landsins (Stuðulsj.) 7.603.000 3.S 1. S2. R ella Sjóvinnu- stýrið 1. R 2. LV 1. R 1. R 1. R 1. R 1. S 1. S 1. S 1. MGL 1. R1. R1. R 1. R R R R R R R R R R R 36 24315 Hvalastøðin við áir (Løguj.) 1.000.000 R 24318 Krígssavn (Stuðulsj.) 200.000 R 24322 Listasøvn (Rakstrarj.) 2.234.000 R 24323 Kirkjubømúrurin (Løguj.) 1.300.000 R 24403 Kringvarp Føroya (Løguj.) 0 R 24406 Kringvarp Føroya (Rakstrarj.) -1.600.000 R 24410 Stuðul til framleiðslu av føroyskum loftmiðlatilfari (Stuðulsj.) 585.000 R 24413 Miðlastuðul (Stuðulsj.) 2.000.000 R 24501 Studningur til Kirkjugrunnin (Stuðulsj.) 9.000.000 R 24504 Føroyskt kirkjumál (Stuðulsj.) 250.000 R 24606 ítróttasamband Føroya (Stuðulsj.) 9.650.000 R 24608 Hugasamband Føroya (Stuðulsj.) 1.050.000 R 24613 ítróttarhøll á Sandoynni (Løguj.) 485.000 R 38307 Kringvarpssendistøðir (Rakstrarj.) 5.270.000 R Tilsamans 1.163.226.000 37