1 Eftirmeting av samanleggingini av Søvnum Landsins álitlatið landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum 16. november 2016 Jóan Pauli Joensen Professari, dr. phil. & fil. dr. Inngangur Miðskeiðis í juni heitti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, á meg um einsamallan at átaka mær eftirmetingina av samanleggingini av Søvnum Landsins. Orsøkin til, at Fíggjarmálaráðið hevði fingið málið at viðgera, var, at tað vóru komnar tvær klagur um samanleggingartilgongdina frá starvsfólkum á Søvnum Landsins, og tá ið stjórin fyri Søvnum Landsins og aðalstjórin í Mentamálaráðnum vóru svágrar, var aðalstjórin og við honum alt ráðið ógegnigt, og tí hevði løgmaður latið málið til Fíggjarmálaráðið. Tá ið tað kemur til gegni og ógegni, er tað so, at eg sjálvur starvaðist á Føroya Fornminnissavni í mong ár og havi síðani havt samband við savnið sum granskari. Tí var fyrsti spurningur, sum eg setti mær sjálvum, um eg mundi vera nóg gegnigur til at átaka mær eina eftirmeting. Eftir fundir við Fíggjarmálaráðið í juni 2016 vórðu hesi viðurskifti viðgjørd. út frá tí, sum tá varð sagt, og eftir at eg hevði umhugsað støðuna, átók eg mær hetta arbeiði.1 Tá ið eg fekk fyrispurningin, varð væntað, at eftirmetingin skuldi verða áðrenn árslok. á fundi við Fíggjarmálaráðið varð avtalað, at arbeiðið skuldi byrja eftir summarfrítíðina, og til ta tíð skuldi eg eisini fáa arbeiðssetningin. Hann fekk eg tann 20. august 2016, samstundis varð heitt á meg um at fáa arbeiðið liðugt í fyrru helvt av november. Arbeiðssetningurin Hvat var ætlanin við at samanleggja og seta á stovn Søvn landsins Eftirmetingin skal heilt stutt lýsa tær hugsjónir og tað tilmæli, sum kom fram í álitinum álit um savnsbygnað frá 10. september 2009. Hvussu vóru karmarnir Eftirmetingin skal heilt stutt taka samanum, hvørjar umstøður samanleggingin fekk frá Mentamálaráðnum frá byrjan av. Eftirmetingin skal lýsa tilgongdina. Tosað verður við Mentamálaráðið, stjóran fyri Søvn landsins og stovnsleiðslur (hvussu við starvsfólkunum?). útfrá hesum samrøðum og tilfari í málinum, skal gerast ein niðurstøða, sum lýsir teirra fatan (ymisku fatanirnar) av samanleggingartilgongdini. Hvat eigur nú at verða gjørt Eftirmetingin skal enda við einum tilmæli, sum verður lagt fyri politiska myndugleikan, har mælt verður til hvussu ein skilagóður savnsbygnaður eigur at síggja út, og hvussu hetta arbeiðið skal gerast. Arbeiðsháttur á fundunum við Fíggjarmálaráðið fekk eg handað tey skjøl, sum Fíggjarmálaráðið hevði fingið um málið, og tey skjøl, sum vóru komin aftaná. 1 Skriv frá Fíggjarmálaráðnum 15. juni 2016, J.Nr. 16/00094, SN, SF. 5 Undir eftirmetingararbeiðinum havi eg eisini fingið fleiri skjøl frá Mentamálaráðnum og Søvnum Landsins. Hesi skjøl, saman við teimum samrøðum, sum eg havi gjørt við fólk á Søvnum Landsins og við fólk í Mentamálaráðnum, er tað heimildargrundarlag, sum hetta álit byggir á. í juni og juli 2016 hevði eg fyrst óformligar samrøður við úrvald fólk á Søvnum Landsins. í september 2006 havi eg havt meira formligar samrøður við so at siga øll fólk á Søvnum Landsins, sum vóru býtt upp í 10 bólkar. Harumframt havi eg eisini havt samrøður við fólk i Mentamálaráðnum sum einstaklingar. Eg havi eisini fingið upplýsingar gjøgnum telefon og sum teldupost. Aftast í álitinum er yvirlit yvir tær bókmentir, sum eg vísi til í álitinum. Skipan av álitinum álitið er skipað so, at fyrst verða teir stovnar, sum lagdir eru saman, lýstir søguliga og verða settir inn í eitt føroyskt vísindasøguligt høpi. Miðleingjan í álitinum er um tað, sum lá aftan fyri samanleggingina, og tær hugsjónir, sum førdu til álitið um savnsbygnað frá 2009. Hugsjónir, sum røkka summum av teimum samanløgdu stovnunum, men ikki øllum. Síðani verður samanleggingartilgongdin lýst, frá tí hon byrjaði, og fram til Fíggjarmálaráðið yvirtók málið. Við støði í einum fjølbroyttum skjalatilfari verður søgan um samanleggingina lýst út frá teimum forteljingum, sum tey, ið hava verið uppi í henni, siga, og varpað verður ljós á tað, sum skjølini avdúka. Hetta verður supplerað við teimum søgum, sum fólk á Søvnum Landsins siga um tað, sum tey halda vera hent, og hvussu tað hevur ávirkað tey. Móti endanum verður roynt at greina og taka samanum. Sagt verður, at samanleggingin er kollsigld, men skipið skal fáast runt aftur og siglast í havn, heldur enn at bakka aftur til tað, sum einaferð var. Arbeitt hevur verið við samanleggingini í 6 ár, so tað er einki at ivast í, at tað mesta man hava verið uppi og vent. Tað rættasta man vera, at Søvn Landsins gera arbeiðið liðugt. álitið endar við einum varligum tilmæli um teir karmar, sum eiga at verða settir um tað, sum gerast skal. 6 Søvnini áðrenn 1. januar 2011 Sum bakstøði skal í stuttum verða greitt frá teimum einstøku søvnunum fram til samanleggingina til Søvn Landsins í januar 2011. Føroya Landsbókasavn Føroya Amts Bókasavn varð sett á stovn sum sjálveigandi stovnur í 1828 og helt til í egnum húsum oman fyri Quillinsgarð frá 1830 til í 1931. í 1931 flutti bókasavnið í nýbygdu gróthúsini á Debesartrøð, har tað fekk innivist í miðhæddini. Skjalasavnið og forngripagoymslan vóru uppi á loftinum. í 1980 flutti Føroya Landsbókasavn í nýggj hús í J. C. Svabos gøtu. Har heldur tað enn til. Eftir at fyrsti bókavørðurin Jens Davidsen, amtsskrivari, andaðist í 1878, var eingin bókavørður í mong ár, til M. A. Jacobsen varð settur í starv sum bókavørður í 1920 og aftur fekk skil á bókasavnið. Bókasavnið varð í 1948 yvirtikið sum føroyskt sermál og fekk í 1952 heitið Føroya Landsbókasavn, og savnsstjórin fekk heitið landsbókavørður. Landsbókasavnið virkar í dag eftir løgtingslóg um bókasøvn frá 2001 við seinni broytingum. í henni stendur, at bókasøvn hava til endamáls at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi. í bókasavnsskipanini eru bókasøvnini og tær tænastur, sum hesi søvnini skulu veita borgarum og stovnum. Bókasøvnini eru fólkabókasøvnini, skúlabókasøvnini í fólkaskúlanum, í vinnu- og miðnámsskúlum og so bókasøvnini á sektorgranskingarstovnunum og á fróðskaparsetrinum.2 Eftir bókasavnslógini er Landsbókasavnið tjóðbókasavn, høvuðsbókasavn og vísindabókasavn, og endamál savnsins er: at savna allar føroyskar bókmentir og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar at taka ímóti skylduavhendingini av útgivnum føroyskum verkum at skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um hetta og annað tilfar at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni at hava handritadeild at vera føroysk skrivstova í sambandi við altjóða skráseting av bókum, tónleiki og tíðarritum at umsita tær uppgávur, ið álagdar eru Bókastovuni at veita vísindabókasavnstænastu Yvirskipaðu arbeiðsøkini eru sostatt umsiting av bóka- og tilfarsstovni, skráseting ella flokking av bókum og prentlutum, varðveitsla og miðling. Landsbókasavnið ger eisini bókasavnstilfar klárt til eini 20 fólkabókasøvn, 13 skúlabókasøvn, 13 stovnsbókasøvn, sum Landsbókasavnið eisini veitir bókasavnstænastu.Tað er skrivað álit um, hvussu Landsbókasavnið eisini skal 2 Løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 20. desember 2005. 7 kunna skipast sum eitt universitetsbókasavn í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.3 Sambært bókasavnslógini er tað ein skylda at lata Føroya Landsbókasavni 4 ókeypis eintøk av teimum verkum, ið verða givin út og prentað í Føroyum, men eisini av teimum bókum, sum verða framleiddar uttan fyri Føroyar.4 Føroya Landsbókasavn hevur harumframt eisini um hendi avgreiðsluna av bókasavnsgjaldinum, tí gjaldi, sum rithøvundar fáa fyri tey eintøk, ið teir hava standandi á bókasøvnunum.5 á Landsbókasavninum eru trý virkisøki, sum serliga skulu nevnast. Tey eru Føroyadeildin, Tjóðbókaskráin og Miðling.6 Leingi var bert tann eini bókavørðurin á bókasavninum, men tá ið vit koma til 1965, vóru tveir bókavørðir, umframt eitt hjálparfólk. Okkurt tímalønt hjálparfólk var aftrat eftir tørvi. Stutt eftir varð eisini ein vísindabókavørður settur í starv á Landsbókasavninum. Ta fyrstu tíðina helt hann til í seturshúsinum, men fór seinni í onnur høli, til nýggja Landsbókasavnið varð bygt.7 So við og við sum arbeiðsvavið hjá savninum vaks, vaks starvsfólkatalið eisini. í 2011, áðrenn samanleggingina, vóru umframt landsbókavørðin einir 7 bókavørðir, 6 bókasavnshjálparar og eini 3 fólk í umsitingini og ein bókbindari. Tilsamans út ímóti 20 fólkum. Føroya Landsskjalasavn Landsskjalasavnið hevur røtur til 1859, tá ið partar av Leigubúðini í Tinganesi vórðu innrættað til skjalagoymslu hjá landsins myndugleikum, men veruligt skjalasavn varð tó ikki sett á stovn fyrr enn í 1932, tá ið tað fekk innivist í parti av loftinum á teimum nýggju gróthúsunum á Debesartrøð. Anton Degn, ið frammanundan hevði arbeitt á tí danska ríkisskjalasavninum, kom at vera fyrsti skjalavørðurin. Hann var einsamallur í starvi, til hann í 1948 fekk Páll J. Nolsøe aftur at sær. Hann kom at verða eftirmaður hansara. í 1951 fekk skjalasavnið heitið Føroya Landskjalasavn, og fyristøðumaðurin fekk heitið landsskjalavørður, men ikki fyrr enn í 1966 fekk hann hjálparfólk aftur at sær. Páll J. Nolsøe fór úr starvi í 1978. Vikarur røkti starvið í eina tíð, og í 1980 varð Jóannes Dalsgaard, ið var cand.mag. við søgu sum høvuðsgrein, settur í starvið sum landsskjalavørður. 3 Landsbókasavn og universitetsbókasavn 2013.4 Sí eisini Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið í Søvnum Landsins.5 Reglugerð frá 15. juli 2003 fyri býtið av bókasavnsgjaldinum.6 FøroyadeildInnsavning, skráseting, goymsla og varðveiting av bókligum prentaðum og talgildum tilfari, tónleiki, myndum v.m. viðvíkjandi Føroyum.Handritadeild, savn av smáprentum, blað- og tíðarritsdeild og umsiting av avhendingarskylduni. TjóðbókaskráSkráseting til føroysku tjóðbókaskránna. Føroysk ISBN, ISMN og ISSN-skrivstova.MiðlingAvgreiðsla, útlán, vísindadeild, lesistova og Bókastovan. Uppgávurnar fevna um m.a. avgreiðslu av lánarum, bókasavnskunning vísindabókasavnstænasta, t.d. E-feingi og e-bøkur, tænastur til bókasøvn og stovnar og býtið av bókasavnsgjaldinum. Aftrat kemur rakstur og umsiting av bókasavnsskipanini Aleph.7 Um bókasavnssøguna sí Arnskov 1968, Egholm 1974, Fon 1948, 1958, Jacobsen 1928, Næs 1995. 8 Nakað frammanundan, í 1975, flutti Landsskjalasavnið inn í niðastu hædd í nýbygningi, har Heilsufrøðiliga Starvsstovan og partar av Fróðskaparsetrinum eisini hildu til. Umstøðurnar gjørdust munandi betri hjá Landsskjalasavninum, sum nú fekk hóskandi skjalagoymslu, skrivstovur og lesisal, og skjótt komu eisini fleiri fólk í starv. Tá ið Føroya Fornminnissavn flutti niðan til Hoyvíkar í 1984, fekk Landsskjalasavnið tey gomlu postmeistarahúsini til skrivstovur, meðan skjalagoymsla og lesisalur vórðu verandi har tey vóru. Landsskjalasavnið hevur eisini onnur høli til skjalagoymslu. Landsskjalasavnið virkar eftir løgtingslóg frá 1992 og hevur til endamáls at tryggja varðveitingina av savnindum og skjølum, ið hava søguligt virði ella hava fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar og sum skulu vera tøk bæði hjá myndugleikum og almenningi.8 Landsskjalasavnið ansar eisini eftir, at skrásetingarskipanirnar og skjalagoymslur lúka tær treytir, ið eru settar í lógum og fyriskipanum. á Landsskjalasavninum eru søvnini tey hjá løgtinginum, sorinskrivaranum, landfútanum, sýslunum, kommununum, amtinum, ríkisumboðnum, fólkakirkjuni, amts/landslæknanum, skúlamyndugleikunum og landsstýrinum. Landsskjalasavnið goymir eisini fleiri privat søvn, sum handilssøvn, søvn hjá ítróttafeløgum, peningastovnum, tryggingarfyritøkum, fakfeløgum, politiskum felagsskapum og einstaklingum. Eisini hevur savnið hópin av kortum og tekningum, ið verða varðveitt í sjálvstøðugum savni. Elsta varðveitta savnindi á Landsskjalasavninum er Kongsbókin frá 1298, sum Landsskjalasavnið fekk úr Svøríki, men fyrsta veruliga skipaða savnið, ið er varðveitt, er tað hjá sorinskrivaranum, ið byrjar við fyrstu tingbókini frá 1615. Við ársskiftið 2011 vóru umframt landsskjalavørðin, ein skjalavørður, eini 4 savnshjálparfólk, eitt skrivstovufólk, ella umleið 8 fólk umframt leyslønt fólk til serligar uppgávur á Landsskjalasavninum. Føroya Fornminnissavn Hugskotið til forngripagoymslu kom í 1890. Tað lá í tíðini um tað mundið í Norðurlondum og aðrastaðni við at seta á stovn museum av ymiskum slag.9 í 1898, varð samtykt at stovna Føroya Forngripagoymslu. Goymslan skuldi sýna fram fornlutir og gripir úr føroyskum fólkalívi. Ta tíðina fóru nógvir lutur av landinum, og hildið varð, at ein forngripagoymsla kundi forða tí, og hildið varð eisini, at gripirnir kundu brúkast sum fyrimyndir í føroyskum heimavirki.10 Tað varð ikki fyrr enn seinni, at hugsað var um at gripir eisini vóru søguligar heimildir, ið kundu nýtast í gransking. á ólavsøku í 1898 varð nevnd sett, ið skuldi taka ímóti gripum og goyma teir, og í 1901 fekk goymslan 50 krónur í árligum stuðli frá løgtinginum. Gongd kom ikki rættiliga á, fyrr enn Rasmus Rasmussen á Háskúlanum, ið varð valdur til formann, og A. C. Evensen prestur fóru at ferðast um landið fyri at savna. A. C. Evensen helt áfram at savna, eftir at Rasmus á Háskúlanum hevði lagt frá sær, til hann sjálvur andaðist í 1917. Tá ið Føroya Forngripafelag varð stovnað í 1916, varð gripasavnið latið felagnum til ognar, og í 1928 tóku M. A. Jacobsen og hjúnini Petra og Hans Andrias Djurhuus um endan og skipaðu savnið av nýggjum við eini framsýning í 8 Løgtingslóg nr. 49 frá 26. april 1992 um Føroya Landsskjalasavn.9 Um søguna hjá Fornminnissavninum sí Evensen 1902, Fon 1958, Arnskov 1968, Thorsteinsson 1975, 1978, 1981, Joensen 1998, 2008, Mortensen 2002.10 Joensen 1993. 9 húsum í Quillinsgarði við føstum upplatingartíðum. Andreas Weihe, bóndi á Selatrað, kom eisini at vera goymsluni ein hollur stuðul. Hann savnaði serliga nógvar lutur frá 1700- og 1800-árunum, umframt at hann eisini savnaði munnligar frásagnir, sum hann nevndi tjóðminni. M. A. Jacobsen, ið eisini var bókavørður, stóð á odda fyri savni og felag, til hann andaðist í 1944. Eftir hann tók Hans Andrias Djurhuus við, væl stuðlaður av konuni Petru Djurhuus, sum dugdi at konservera gripir. Tá ið nýggj og prýðilig gróthús vóru reist á Debesartrøð í 1931, fekk framsýningin hjá forngripagoymsluni innivist á loftinum. Har var hon til 1996, tá ið allar framsýningarnar hjá Føroya Fornminnissavni fluttu niðan í Brekkutún í Hoyvík. í 1940 varð eisini farið undir fornfrøðiligar rannsóknir, ið Sverri Dahl stóð fyri. Fyrsti útgrevsturin var rannsóknin av víkingagarðinum í Kvívík, og tað var Fornrannsóknar- og Staðanavnanevnd Føroya Løgtings, ið hevði ábyrgdina av rannsóknum.11 Føroya Forngripafelag hevði latið landinum gripagoymsluna til ognar í 1946, og í 1952 varð Føroya Fornminnissavn skipað sum ein almennur stovnur, og Sverri Dahl varð settur sum landsantikvarur.12 Tað var so heppið, at sama ár varð Neystið ella Bátahøllin bygd á Debesartrøð fyri pening, sum Petra og Hans Andrias Djurhuus partvíst lótu sjálvi og partvíst útvegaðu. Landsframsýningin á ólavsøku í 1952 í sambandi við 100-áradagin fyri endurstovnan løgtingsins, varð fyrsta tiltak í hesum húsum.13 Neystið kom at hýsa bæði Føroya Fornminnissavni og Náttúrugripasavninum, sum komu at hava arbeiðshøli dyr um dyr og framsýning í somu hølum. Føroya Fróðskaparfelag, ið varð stovnað í 1952, fekk eisini innivist, og Fróðskaparsetur Føroya helt til á loftinum, til Setrið fekk egin hús í 1967. í 1972 fekk Fornminnissavnið skrivstovu í gomlu Postmeistarahúsunum nærhendis. Tá ið økið hjá royndarstøðini í Hoyvík saman við bygningum varð latið Fornminnissavninum, flutti Fornminnissavnið í 1984 niðan í Kúrdal í Hoyvík, har savnið fekk skrivstovu, skjalagoymslu, gripagoymslu og høli til konservering. Ætlanin var at byggja nýtt fornminnissavn ella tjóðsavn í Kúrdali skitsuuppskot var teknað. Men henda ætlan datt niðurfyri.14 í 1994 keypti Landsstýrið handilshús í Brekkutúni í Hoyvík til goymslu. Sum eina fyribils loysn vórðu framsýningarnar settar upp har, meðan framsýningarnar hjá Náttúrugripasavninum vórðu verandi í Bátahøllini ella Neystinum. Virksemið hjá Fornminnissavninum hevur øll árini verið skipað eftir løgtingslóg nr. 32 frá 1952. Aðrar uppgávur eru eisini lagdar til Fornminnissavnið at umsita og hava eftirlit við, eitt nú friðingarmál og antikvarisk umsiting. Leingi var landsantikvarurin einasta fastlønta starvsfólk á Fornminnissavninum. Til 1970 hevði hann eini trý tímalønt hjálparfólk afturat sær, av hesum var tað eina skrivari. í 1970 kom tann vísindaliga útbúni fornfrøðingurin Arne Thorsteinsson í starv sum savnvørður og varð stutt eftir eisini settur landsantikvarur, tí Sverri Dahl hevði fingið heilsubrek. Skjótt komu eisini onnur vísindaliga útbúgvin fólk í starv. Ein teirra var Nanna Hermansson, sum seinni var savnstjóri, fyrst í íslandi og seinni á søvnum í Svøríki. Hon fekk í 11 Dahl 1968,188.12 Løgtingslóg nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminnissavn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 24. frá 9. apríl 1964. Henda lóg er enn galdandi.13 Ein áhugaverdur bóklingur varð givin út í hesum sambandi (Landsframsýningin 1952).14 Thorsteinsson 1981. 10 lag eitt norðuratlantiskt museumssamstarv um framsýningar í árunum 1979-81. Fornminnissavnið fór eisini at savna heimildir um føroyskt fólkalív, serliga um slupptíðina, eftir at Jóan Pauli Joensen var knýttur at savninum, fyrst sum leysur granskari og frá 1977 sum savnvørður. Tað antikvariska virksemið og friðingar hoyrdu undir landsantikvarin.Tá ið komið var til endan á áttatiárunum, varð Fornminnissavnið skipað í tvær deildir. Eisini komu alt fleiri fólk at hava leysligt tilknýti til Fornminnissavnið í sambandi við neyðútgrevstrar og aðrar verkætlanir, ið høvdu fígging við sær. í 2004 kom ein Bygningsdeild. Tann fyrsti savnslærarin kom í eitt hálvtíðarstarv í 1973. Tað var Bárður Jákupsson, sum eisini skipaði fyri fleiri árligum framsýningum, umframt at ritstjórna savnsblaðnum Mondul frá 1974 til 1990. Síðani tá er tað savnslærarin, sum fyri ein stóran part hevur tikið sær av framsýningunum. Frá aldaskiftinum 2000 og eina tíð fram vórðu leiðsluviðurskiftini á Fornminnissavninum ógreið, tí landsantikvarurin fór í farloyvi og starvið kom at vera fyribilssett eina tíð. í 2003 fór landsantikvarurin úr starvi, og nógv rumbul var, tá ið nýggjur varð settur. Tað endaði við, at hann fór úr starvinum og í eitt serligt granskarastarv, til 5-ára sáttmáli hansara gekk út í 2005 og annar varð fyribils settur sum landsantikvarur. Tá ið starvið var lýst leyst aftur, varð Andras Mortensen áramálssettur í 5 ár frá 2006 at rokna. Umframt at vera landsantikvarur var hann eisini deildarleiðari á Fólkalívsdeildini, tí undanmaður hansara sat á lønini hjá landsantikvarinum líka til 2008. Tá ið savnsskrivari um sama mundið fór úr starvi, varð løn hennara brúkt til ein fornfrøðing afturat, sum varð settur í starv í 2008. Aftan á 2008 byrjaði Fornminnissavnið so smátt fíggjarliga at fóta sær aftur, og í 2010 varð starvið sum savnvørður í fólkalívsfrøði lýst leyst og sett, og stjórin kom at vera landsantikvarur burturav aftur. Um ársskiftið 2010/11 vóru umframt landsantikvarin, tveir savnvørðir (deildarleiðarar), ein savnsarkitektur (deildarleiðari), ein konservator, ein savnslærari, 4 savnshjálparar, íroknað húsavørð, og 4 fólk í umsitingini. Tilsamans 14 fólk í føstum starvi, umframt tímalønt. Tá ið landsantikvarurin í 2010 varð settur sum stjóri fyri Søvn Landsins, fylgdi eingin løn við, so hann fekk ta løn, sum var ætlað landsantikvarinum, og ein av deildarleiðarunum varð fyribilssettur sum landsantikvarur afturat starvi sínum. Søgan endurtók seg, og tað sama hendi, sum hevur eyðkent fíggingina av leiðsluni á Fornminnissavninum síðan 2000. Tað er ein av høvuðsorsøkunum til trupulleikarnar í leiðsluviðurskiftunum á Fornminnissavninum og ta ónøgd, sum tað førdi við sær. Náttúrugripasavnið í 1951 varð tað starv, sum Jóannes Rasmussen jarðfrøðingur hevði á Danmarks Geologiske Undersøgelser flutt til Føroyar. Hann varð løntur helvt um helvt av DGU og Føroya landsstýri. Við Jóannesi Rasmussen kom eisini eitt jarðfrøðisavn. Um sama mundið høvdu Petra og Hans Andrias Djurhuus fingið til vega eitt djórasavn, og Rasmus Rasmussen á Háskúlanum, ið fekst við plantufrøði, hevði savnað eitt plantusavn við føroyskum plantum. Tá ið Náttúrugripasavnið varð sett á stovn í 1955,15 var sostatt eitt gott grundarlag undir einum náttúrugripasavni við jarðfrøðisavni, djórasavni og plantusavni. 15 Løgtingslóg nr. 26 frá 17. august 1955 um Føroya Nátturugripasavn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 10. mai 2000. 11 Jóannes Rasmussen kom at vera fyristøðumaður á Náttúrugripasavninum frá fyrsta degi, til hann fór frá fyri aldur. Hann hevði eitt skrivstovufólk afturat sær og ein konservator, sum tók sær av framsýningunum og øðrum. Plantufrøðingurin Jóhannes Jóhansen, ið eins og Jóannes Rasmussen hevði starv á DGU, starvaðist, tá ið hann var í Føroyum, á Náttúrugripasavninum, til hann seinni eisini fekk fast starv har. Fyrst í 1980-árunum var starv í lívfrøði á Náttúrugripasavninum, lønt av Fróðskaparsetrinum, ímóti at Náttúrugripasavnið átók sær at undirvísa í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum.16 Tað helt uppat, tá ið annar lívfrøðingur kom í starv á Setrinum. Tá ið Jóannes Rasmussen fór frá fyri aldur í 1986, varð løgtingslógin broytt soleiðis, at savnið varð býtt upp í tríggjar deildir, hvør við sínum fakligum deildarleiðara,17 einum plantufrøðingi, einum djórafrøðingi og einum jarðfrøðingi. Ein av deildarleiðarunum varð, eftir innanhýsisumsókn, settur sum fyristøðufólk. Leiðarin á Náttúrugripasavninum hevur síðani tá mestsum verið ein primus inter pares. Um aldaskiftið 2000 varð jarðfrøðisavnið á Náttúrugripasavninum skilt burturúr og kom at vera partur av tí nýggja stovninum Jarðfeingi. Avtala varð gjørd um, at Jarðfeingi framvegis skuldi eiga sín lut í framsýningini hjá Náttúrugripasavninum. Um somu tíð vóru ætlanir um, at Náttúrugripasavnið skuldi leggjast saman við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Málið var greitt til politiska viðgerð í 1998, men tað varð av ávísum innanhýsis orsøkum av ongum.18 í 2006 varð Náttúrugripasavnið saman við øðrum stovnum lagt saman við Umhvørvisstovnuni, men longu í 2008 varð tað skilt frá aftur og kom aftur at vera ein sjálvstøðugur stovnur undir Mentamálaráðnum. Náttúrugripasavnið hevur frá byrjan eins væl verið ein sektorgranskingarstovnur í lívfrøði og jarðfrøði sum eitt museum. Tað sæst eisini av teirri gransking, sum farin er fram har.19 Eftir at jarðfrøðisavnið í 2000 var skilt frá Náttúrugripasavninum, vóru tveir fakligir deildarleiðarar, 2 konservatorar, 1 savnslærari og 1 skrivstovufólk eftir á Náttúrugripasavninum, umframt fólk leyst knýtt at verkætlanum fíggjaðar aðrastaðni. Havlívfrøðiliga Royndarstøðin í Kaldbak Havlívfrøðiliga Royndarstøðin byrjaði við teirri norðurlendsku verkætlanini BIOFAR í 1989, sum hevði til endamáls at fáa eitt yvirlit yvir ryggleysa djóralívið á havbotninum við Føroyar. Undangongumaðurin í hesum sambandi var lívfrøðingurin Arne Nørrevang. Verkætlanin endaði í 1998, men virksemið í Kaldbak kom at halda fram undir nøvnunum Biofar Royndarstøðin og Havlívfrøðiliga Royndarstøðin, ið partvíst varð fíggjað alment og partvíst inntøkufíggjað. Tá ið Nátturugripasavnið aftur kom undir Mentamálaráðið, varð mælt til, at royndarstøðin formliga varð løgd saman við Náttúrugripasavninum.20 Seinni er partur av royndarstøðini privatiseraður og hin parturin lagdur saman við Nátturugripasavninum. Tað hendi eftir at alt var skipað í Søvn Landsins. 16 Joensen 1983, 29.17 Tað vanliga er, at tá ið vit tosa um deild í Føroyum, so er tað ein fyrisitingarlig deild, har deildarleiðarin hevur fólk undir sær, men so var tað ikki á Náttúrugripasavninum; deildin var tað fakøkið, sum tey vóru sett at hava ábyrgdina av.18 Samansjóðing av Náttúrugripasavninum, BIOFAR og Náttúruvísindadeildini. + skriv til Fróðskaparsetur Føroya dagfest 1. mai 1998 við avriti til Mentamálaráðið.19 Sí eitt nú yvirlit í Rasmussen 1984, Johansen 1985, Bloch 1994, Fosaa 203.20 Fylgiskjal 1 í álit um savnsbygnað. Mentamáladeildin, dagført 10. september 2009. 12 Grind og súgdjór í havinum v.m. Tann karismatiski deildarleiðarin á djóradeildini á Náttúrugripasavninum í mong ár, Dorete Bloch, savnaði nógv fólk rundan um seg í verkætlanir, ið fingu fígging aðrastaðni. Eitt av hennara granskingarøkjum var grind, og kom ein djórafrøðingur at vera knýttur at hesum ætlanum, sum framhaldandi ger kanningar av súgdjórum í havinum fyri Fiskimálaráðið, men við arbeiðsstað á Náttúrugripasavninum. Endamálið við hesum virksemi hevur verið at fáa til vega vitan um súgdjór í havinum, eitt nú stovnsmetingar, hvussu djórini ferðast og burðardyggleika. Eina tíð høvdu fuglakanningar, ið hoyrdu undir Fiskirannsóknarstovuna, nú Havstovan, eisini arbeiðsstað á Náttúrugripasavninum, men tað virksemið er seinni flutt aftur á Havstovuna. 13 Myndugleikauppgávur og gransking Søvnini høvdu sum landsstovnar frá byrjan við heimastýrinum eisini ávísar uppgávur og eftirlit fyri landsmyndugleikarnar, men komu eisini alt meira at fáa uppgávur sum sektorgranskingarstovnar. Latum okkum taka myndugleikauppgávurnar fyrst. Myndugleikauppgávur Sambært løgtingslóg kunnu bæði fornminni og bygningar verða friðað, um hesi hava nóg stórt listarligt ella søguligt virði; her eru kirkjurnar og kirkjubúnaður (inventar) í eini serstøðu. Bæði tá ið talan er um kirkjur, kirkjubúnað, fornminni og bygningar, skal tøkt yvirlit gerast yvir alt tað, sum friðað er, fyri at eftirlit skal kunna havast. Fornminnisnevndin tekur avgerð um, hvat skal friðast. í henni sita stjórin á Fornminnissavninum, ein løgfrøðingur og ein byggisakkønur. Landsstýrið setur nevndina fyri 4 ár í senn. Umsitingina av tí, sum er friðað, og eftirlit hevur Føroya Fornminnissavn, eitt nú kunnu gripir við listarligum, mentanarligum ella søguligum virði eldri enn 100 ár, ikki flytast av landinum, uttan við loyvi frá landsantikvarinum.21 Sambært løgtingslóg skal nátturan verjast og ávísir partar av nátturuni kunna friðast. í hvørji sýslu er tí ein staðbundin friðingarnevnd, har sýslumaðurin er formaður, meðan landsstýrið velur hinar báðar limirnar fyri 6 ár í senn. Oman fyri tær einstøku friðingarnevndirnar er Yvirfriðingarnevndin, ið er ein rættur ella dómstólur, sum dømir í friðingarmálum. í henni sita sorinskrivarin, landsantikvarurin, leiðarin av náttúrugripasavninum og tveir limur, ið landsstýrið velur fyri 6 ár í senn. Sorinskrivarin er formaður, og fyrireikar hann tey mál, sum koma fyri. Næstformannin velur nevndin sjálv.22 Føroya Landsbókasavn umsitur avhendan og varðveitan av skyldueintøkum av prentaðum bókum og øðrum prentaðum tilfari í so mongum eintøkum, sum kunngerð ásetur.23 Føroya Landsbókasavn hevur eisini um hendi avgreiðsluna av tí gjaldi, sum rithøvundar fáa goldið fyri eintøk, ið teir hava standandi á bókasøvnunum.24 Føroya Fornminnissavn umsitur lógir og kunngerðir fyri Mentamálaráðið, eitt nú góðkenning av bygdasøvnum, ið hava rætt til almennan stuðul, og hevur eftirlit við teimum.25 Føroya Fornminnissavn hevur um hendi umsitingina av vernd av fornlutum í havinum við fornfrøðiligum, mentanarligum ella søguligum virði, eitt nú vrak av skipum, bátum, flogførum, farmi ella pørtum av hesum, ið er burturmist fyri meira enn 100 árum síðani, bæði føroyskum ognum og tí onnur 21 Lagtingslov nr. 19 af 16. september 1948 om Fredning af Fortidsminder og Bygninger, som senest ændret ved lagtingslov nr. 11 af 19. april 1972. Sí eisini Anordning nr. 888 fra 8. december 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens kirkebygninger og Kunngerð nr. 13 frá 11. februar 2000 um bygningar fólkakirkjunnar. 22 Løgtingslóg nr 48 um náttúrufriðing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995.23 Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið í Søvnum Landsins. 24 Reglugerð frá 15. juli 2003 fyri býtið av bókasavnsgjaldinum.25 Løgtingslóg nr. 17 frá 9. mai 1972 om bygdasøvn við mentunarsøguligum týdningi, sum broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 17. juli 1986. 14 eiga á føroyskum sjóøki.26 Fornminnissavnið umsitur eisini løgtingslóg frá 2013 um mentanarsøgulig skip, ið eru varðveitingarverd og stuðulsverd, og er eisini ráðgevi í hesum sambandi.27 Landsskjalasavnið umsitur avhending, varðveiting og vraking, atgeingi til almenn skjøl bæði á pappíri og í teldutøkum líki. Landsskjalasavnið er leiðbeinandi í sambandi við skráseting og journalisering hjá fyrisiting og stovnum.28 Harumframt hevur Landsskjalasavnið eftirlit við skjalasavnspartinum á bygdasøvnunum sambært lógini um bygdasøvn.29 Leiðarin á Náttúrugripasavninum hevur, sum longu nevnt, sæti í Yvirfriðingarnevndini, og Náttúrugripasavnið umsitur avgreiðsluna av loyvum til ræning av lomvigareggum30 og hevur eftirlit við friðaðum fylgisveinamerktum hvalum.31 Tað umsitur undantaksloyvi til ávísa veiði av friðaðum fugli32 og gevur loyvi til útflutning av grind, djórum og plantum eftir einum ávísum yvirliti.33 Náttúrugripasavnið umsitur eisini samstarvsavtalu við Zoologisk Museum í Danmark um ringmerking av fuglum34 og hevur síðan 1990-árini verið ráðgevi hjá Vága Floghavn sambært danskari lóggávu og treytum í BL3-16 hjá Trafikstyrelsen, ein avtala sum varð endurnýggjað í 2013, har fylgjast skal við fuglalívinum á flogvøllinum, og skal ráðgeva um, hvussu lendið kring vøllin skal haldast og so framvegis. Eftir samanleggingina í Søvn Landsins, er tað stjórin fyri Søvnum Landsins við tí stjóramyndugleika, sum hann við samanleggingini hevur fingið yvir øllum søvnunum, ið hevur ábyrgdina av hesum myndugleikauppgávum, men hann kann sjálvandi útdelegera tær. Ein spurningur, sum eigur at reisast í hesum sambandi, er, um Søvn Landsins er eitt stýri direktorat ella ikki, og verður komið inn á tað seinni. Granskingarvirkskemi og hægri undirvísing Longu áðrenn heimastýrislógina góvu fyristøðumenninir á søvnunum út orðabøkur, bókmentagreinar og søguligar bókmentir, men tað er ikki fyrr enn við heimastýrislógini og aftaná, at søvn komu at vera sektorgranskingarstovnar, ið fyri landið fremja ávísar granskingaruppgávur. Tá ið tað kom til gransking yvirhøvur, hevur Føroya Fróðskaparfelag ikki bert havt ein týðandi leiklut, men felagið hevur eisini átikið sær uppgávur, ið hava verið øllum granskingarumhvørvinum at gagni, eitt nú við Fróðskaparritum og við at ganga á odda fyri at fáa eitt fróðskaparsetur í lag. Felagið átók sær eisini fleiri praktiskar uppgávur, so sum at útvega høli til hægri undirvísing og granskingarvirksemi, og hevði tí stóran týdning, tá ið landsfyrisitingin enn var veik og ikki megnaði at átaka sær stórvegis menning av gransking í Føroyum, sum í flestu førum kom at verða framd bottom up og ikki top down við teimum fólkum sum myndaðu 26 Løgtingslóg nr. 92 frá 21. desember 2004 um vernd av fornlutum í havinum.27 Løgtingslóg nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip.28 Kunngerð nr. 117 frá 5. juli 1995 um almenn savnindi og virksemið hjá Føroya Landsskjalasavni.29 Løgtingslóg nr. 17 frá 9. mai 1972 um bygdasøvn við mentunarsøguligum týdningi, sum broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 17. juli 1986.30 Kunngerð nr. 60 frá 16. mai 1986 um ræning av lomvigaeggum.31 Kunngerð nr. 87 frá 20. september 2007 um friðing av hvali.32 Kunngerð nr. 120 frá 21. november 1986 um serliga fuglaveiðu.33 http://svana.dk/natur/international-naturbeskyttelse/handel-med-truede-arter/om-cites/34 Upplýsing frá Janus Hansen, Náttúrugripasavnið. 15 felagið sum mediatorum. Flestu teirra høvdu sítt dagliga starv á søvnum og teimum granskingarstovnum, sum tá vóru. Fróðskaparfelagið og Fróðskaparsetrið Føroya Fróðskaparfelag varð stovnað í 1952. Felagið bæði bygdi og útvegaði fígging til tey fyrstu seturshúsini á Debesartrøð, sum eftir at tey vóru bygd í 1967, vórðu handað tí sjálveigandi stovninum Fróðskaparssetri Føroya. Hesi hús hýstu frá byrjan bæði Fróðskaparsetrinum, Vísindabókasavninum, Fiskirannsóknarstovuni, Fiskiídnaðarstovuni, sum tá var, og eisini vóru fýra gestarúm á loftinum.35 Nakað sama mannagongd varð nýtt, tá ið tey hús, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur til í í dag, vórðu bygd. Ein sjálvboðin nevnd legði málið fyri Setursráðið, sum síðani legði málið fyri landsstýrið, ið so legði tað fyri tingið. Tá var tað longu eydnast setursráðnum at útvega lán til byggingina, men tá hendi tað, at fíggjarnevndin mælti til, at landskassin legði peningin út, so brúk var ikki fyri lánunum. í hesum húsum kom Heilsufrøðiliga Starvsstovan at vera í miðhæddini, Føroya Landsskjalasavn í niðastu hædd, og á loftshæddini kom setursfyrisitingin at vera. Har vóru eisini undirvísingarrúm og ein fyrilestrarsalur, sum kom at hava stóran týdning fyri virksemi Setursins í mong ár.36 Fróðskaparsetrið hevði eisini ein fingur við í spælinum, tá ið Fiskirannsóknarstovan, nú Havstovan, varð bygd.37 í stýrinum setursráðnum sótu frá byrjan landsskjalavørðurin, rektarin fyri Føroya Studentaskúla og tríggir limir, sum Føroya Fróðskaparfelag valdi. Hanus Debes Joensen landslækni og Jóannes Rasmussen statsgeologur sótu leingi í setursráðnum og vóru ídnir íverksetarar á granskingarøkinum. Skulu vit aftan á 20 ára royndir loyva okkum at benda á ta atferð, sum hevur tókst hollast, segði Hanus Debes Joensen á stovningardegi felagsins í 1972, má tað vera ongantíð at seta sær setningar, sum tú sjálvur ivast í at vera førur fyri at halda, ongantíð at biðja um almennan stuðul, uttan so tú sjálvur longu ert komin fitt á leið, ongantíð at sleppa persónligum ella politiskum hugsjónum fram um meginmálið ... einamest kanska at arbeiða í semju og samlyndi, ið hvussu so er, at vit altíð standa saman fyri øðrum. Roynt hevur verið, eins og til bjarga, ongantíð at flutt annan fótin fyrr enn hin fóturin stóð tryggur, og annars altíð heilt og fult at líta á hinar, sum vóru við í ferðini. Tí eitt heldur stutt komið samfelag sum okkara, sum enn ikki er komið í fasta legu sum tjóð, og har sjónarmið og áskoðanir stríðast og ofta eru heilt ósambærilig, er í mongum førum lítið mætari at fóta sær í enn í bjarglendi.38 í eini samrøðu í setursblaðnum Skørðan sigur hann um samstarvið millum Jóannes Rasmussen og hann, at Tað, sum helst dró okkum saman, var felags andstygd fyri øllum stórum orðum og veruleikafjarum kroysti: Kenslan av, at skuldu vit saman gerast førir fyri at útinna eitt lítið sindur, ráddi um altíð at draga eina línu ongantíð klandrast, hóast vit ikki vóru heilt samdir, ongantíð at nýta hørð orð, ongantíð at leggja upp í blaðkjak. Og aldri at spilla tíð okkara við beinleiðis at fara upp í politikk... Tað sindrið Jóannes og eg hava avrikað, varð 35 Joensen 1990, 33.36 Joensen 1990, 39.37 Tá var tann, sum ger hesa eftirmeting, formaður í setursráðnum og hevði fund við landsstýrið um málið.38 Orð søgd av Hanus Debes Joensen, landslækna á 20. ára stovningardegi Føroya Fróðskaparfelags 17. desember 1972. Endurgivið eftir Joensen 1983, 9. 16 altíð gjørt felags. Haldi hvørgin minnist, hvør ið fekk tað fyrsta innskotið til hetta og hvør til hatta. Vit loyvdu okkum øll árini, at siga hvønn einasta dag, at práta saman ... og vit løgdu æruna í at halda tann setning, ið var lovaður eisini fíggjarliga. Krókvegirnir, vit noyddust at fara, vóru nógvir ...39 Tað er vert at nevna, at upprunaliga hugsanin aftan fyri Fróðskaparsetur Føroya var, at tann hægra undirvísingin og tað vísindaliga rannsóknararbeiðið skuldi fara fram í neyvum samstarvi við hinar granskingarstovnarnar í landinum, og sagt varð, at fyri at kunna fremja gransking og hægri undirvísing, styðjar Setrið seg til søvn og mentanarstovnar landsins. Fyristøðumonnunum fyri hesum stovnum verður álagt at hava høli og søvn teirra í tílíkum standi, at tey eru nýtilig til hetta endamál. Fyristøðumonnunum fyri stovnunum verður loyvt at átaka sær undirvísing og vegleiðing av teimum, sum leita sær kunnleika við Setrið, og verður tað eisini loyvt teimum at røkja hetta í vanligu arbeiðstíð teirra.40 Talan var eisini um, at undirvísing skuldi fara fram í hølum á stovnunum. Idesøguliga var alt granskingarumhvørvið hugsað sum ein samansjóðað heild, uttan at tað formliga var lagt saman. í fyrstu reglugerð Setursins stóð tí eisini, at Fast tilnevndu lærararnir og fyristøðumenninir fyri teimum stovnum, har undirvísing og rannsóknararbeiði fer fram í samstarvi við Fróðskaparsetrið , gera tilsamans rannsóknarráð setursins.41 At rannsóknarráðið ongantíð kom at virka, tað er ein onnur søk. Samstarvið millum Fornminnissavnið og Fróðskaparsetrið byrjaði við 5. víkingafundinum í Hoydølum í 1965 og við tí innsavningararbeiði, sum byrjaði í 1967 og vardi nøkur ár fram, og við ritgerðarkappingum Setursins í 1970 og nógv ár fram. Tær vóru eisini ein liður í innsavningararbeiðinum.42 Seinni, tá ið fólkaminnisfrøðingur kom í starv á Setrinum, varð avgjørt, at Fornminnissavnið skuldi savna verkliga og samfelagssøguliga mentan, meðan Føroyamálsdeild setursins tók sær av fólkaminnum, herundir eisini kvæðum og sangi. Sjálvt um staðarnøvn eftir lógini hoyrdu til Fornminnissavnið, kom Fróðskaparsetrið at taka sær av teirri gransking, sum hevði við staðarnøvn at gera. Tá ið tað kom til undirvísing, skipaðu Náttúrugripasavnið og Fiskirannsóknarstovan fyri skeiðum í náttúrusøgu á Fróðskaparsetrinum fyri at eftirútbúgva lærarar. Samstarv millum sektorgranskingarstovnarnar og Fróðskaparsetrið var frá byrjan ein grundtanki, og í sambandi við bygnaðarbroytingar í landsfyrisitingini í 1996 var ein samskipan av virkseminum hjá Føroya Náttúrugripasavni, Føroya Fornminnissavni, Føroya Landsskjalasavni, og Fróðskaparsetur Føroya eisini uppi at venda, og sagt varð í álitinum, at við tí fyri eyga at styrkja granskingararbeiði á setrinum eins og á stovnunum ... verður skotið upp, at arbeitt verður við at kanna, um stovnarnir meira formliga kunnu knýtast at setrinum og einum heildar leiðslubygnaði. Fyrimunurin við at leggja saman verður, at starvsfólkið á stovnunum, sum hava eina vísindaliga útbúgving, fáa møguleika at fáa tillutað granskingarstuðul á tann hátt, at tey kunna verða keypt leys úr teirra vanliga starvi. Hetta ber í sær, 39 Samrøða við Hanus Debes Joensen í blaði Setursins Skøruni 1983,4. Endurgivið eftir Joensen 1983,32.40 Endurgivið eftir Joensen 1983, 29.41 Endurgivið eftir Joensen 1983, 29. 42 Joensen 1990, 38. 17 at starvsfólkið sum hevur eina vísindaliga útbúgving, grundað á teirra vísindaliga førleika, kunna gerast rektarar á setrinum.43 Tá hevði Fróðskaparsetrið eina kollegiala leiðslu, har Setrið sjálvt valdi fólk í leiðsluna, og tað lá í kortunum, at tann kollegiala skipanin skuldi víðkast til at taka uppí starvsfólk á øðrum stovnum eisini, uttan at tilskila nærri hvussu. Tað vóru tey sum óttaðust, at Fróðskaparsetrið og søvnini fóru at verða løgd saman í eitt kongaríki, og sagt varð, atTvingsilshugtøk sum samskipan og samanlegging eru vánalig surrogat fyri samskifti og samstarv, í teimum er eingin positivur samstarvsandi, segði táverandi landsantikvarurin í einum skrivi til Føroya Landsstýri í 1996. Tað samstarv, sum óivað øll halda vera ynskiligt, verður eftir mínum tykki best skipað um ta styrktu mentanardeildina. Tað mátti verið natúrliga uppgávan hjá deildarstjóranum har at skipa fyri positivum samstarvi millum stovnarnar undir mentamáladeildini og millum stovnarnar og deildina. Heldur enn at seta ein arbeiðsbólk at viðgera samanlegging av søvnunum undir Fróðskaparsetrið fari eg at mæla Føroya Landsstýri til at lata mentanardeildini upp í hendi í samstarvi við stovnarnar at gjøgnumganga á byrgd og uppgávur hjá stovnunum og samskiftisprocedurur við mentamáladeildina við tí fyri eyga eisini at styrkja og menna stovnarnar og betra samskiftið teirra við meginfyrisitingina.44 Stutt eftir kom tað, sum nú er Mentamálaráðið, sum bæði Fróðskaparsetrið og Søvn Landsins hoyra undir. Lagt saman ella ikki, so eru tankarnir um at síggja alt granskingarumhvørvið sum eina heild, ikki sleptir. Teir vóru bornir fram aftur, tá ið Granskingarráðið fylti 20 ár. 43 Bygnaðarbroytingar í Landsfyrisitingini. Uppskot til nýskipan, 1996.44 Skriv til Føroya Landsstýri frá Føroya Fornminnissavni dagfest 10. apríl 1996. Hjálagt í álit. Lagt fram av arbeiðsbólki, ið settur er at kanna fyrimunir og vansar við einum tættari skipanarligum og fyrisitingarligum samstarvi millum søvn á mentanarøkinum. 25. september 2000. Undirvísingar- og Mentamálaráðið. 18 Tankar um samanlegging Hugtakið savn á føroyskum hevur ein rættiliga breiðan og ikki altíð so greiðan týdning, og hevur nógv av tí sama í sær sum tað danska orðið samling. á føroyskum hava vit bókasavn, fornminnissavn, skjalasavn og náttúrugripasavn fyri tað, sum á donskum eitur ávikavist bibliotek, museum, arkiv og naturhistorisk museum. Her er nátturugripasavn nógv meira avmarkandi enn naturhistorisk museum. Tað er munur á einum arkivi, einum museum og á einum biblioteki, og tað kann tí vera torført at koyra alt, sum endar við savn, í ein pott. Sum tað gongur fram av samrøðu við deildarleiðaran á Mentanardeildini í Mentamálaráðnum er tað eitt gamalt politiskt sparingarynski at leggja søvnini saman, sum í øllum førum hevur røtur aftur til 1990, og í tí sambandi hevur eisini verið tosað við søvnini, sum hinvegin ikki sjálvi hava ynskt at verða løgd saman.45 í 1999 varð settur ein arbeiðsbólkur at kanna fyrimunir og vansar við tættari skipanarligum og fyrisitingarligum samstarvi millum søvn á mentanarøkinum. Virksemið hjá søvnunum verður væl lýst í álitinum, men longu tá varð víst á, at tað sum vigaði mest, var játtan til verandi virksemi. Ein felags høvuðstrupulleika hava allir stovnarnir nevniliga, at bæði stovnsleiðslan og starvsfólkini ásanna, at árligu játtanirnar á løgtingsfíggjarlógini eru ov lágar. Hetta forðar í mongum førum stovnunum í at røkka lógarásettu mál teirra. Sum beinleiðis dømi um hetta kann nevnast nýggja bókasavnslógin, sum søgd verður at vera ein frálík lóg trupulleikin er tó tann, at landsbókasavnið ikki fær tillutaðan nóg nógvan pening at seta í verk og inna alt tað, sum ásett er í lógartekstinum. í fornminnissavninum, landsskjalasavninum og listasavninum eru eisini nógvar uppgávur, sum liggja á láni vegna tess, at ov lítið av peningi er til at reka stovnarnar fyri.Umboð fyri stovnarnar eru tí á einum máli um, at illa ber til at tosa um veruligar rationaliseringar og ítøkiligar sparingar, fyrr enn stovnarnir eru komnir upp á eitt støði, sum ger teir førar fyri at virka eftir ásettum og fyriskipaðum reglum. Trupulleikin kann eitt nú lýsast við orðunum hjá landsbókavørðinum: Tað er so lítil meining í at knokkroyta ein berskøllutan. Við verandi játtan eru stovnarnir ikki førir fyri í verki at gera stóran part av tí, ið álagt teimum er við lóg.46 Hetta varð sagt í 2000, og støðan er ikki broytt í 2016, og hon gjørdist ikki betri av, at tann milliónaupphædd, sum varð lovað til samanleggingina í Søvn Landsins, ongantíð kom, og sum orðatakið hjá Peder Syv sigur: Nar krybben er tom, bides hestene. 45 Upprit frá samrøðu við Martin Næs, deildarstjóra, Mentamálaráðið 7. november 2016 kl. 15.00-16.00. JPJ.46 álit. Lagt fram av arbeiðsbólki, ið settur er at kanna fyrimunir og vansar við einum tættari skipanarligum og fyrisitingarligum samstarvi millum søvn á mentanarøkinum. 25. september 2000. Undirvísingar- og Mentamálaráðið. 19 Savnshugsjónin Fyri at kunna gera eina eftirmeting av samanleggingini av Søvnum Landsins er neyðugt at gera sær greitt, hvørjar hugsjónir hava ligið aftan fyri ta samanlegging, sum Mentamálaráðið hevur sett í verk. Hugsjónin er tann sonevnda savnshugsjónin, sum lutvíst er feld niður í álitið frá 2009. Tað, sum liggur í savnshugsjónini, er fyrst og fremst ein museumshugsjón, sum ikki rættiliga sampakkar við tað virksemi, sum fer fram á bókasavni og skjalasavni. Tí var tað, eftir at lagt varð saman, rættiliga skjótt greitt, at tann sonevnda savnshugsjónin í samanleggingarálitinum ikki rakk um virksemini hjá landsskjalasavninum og landsbókasavninum.47 Landsskjalasavnið og landsbókasavnið hóska ikki inn í savnshugsjónina, tí uppgávan hjá skjalasavninum hongur rættiliga neyvt uppi í kortlegging og tí at stinga kósina út í summum almennum fyrisitingarligum mannagongdum tá tað kemur til journalisering av skjølum í almennu fyrisitingini,48 og bókasøvnini fullu eisini uttan fyri hesa musealu savnshugsjónina. Savnshugsjónin varð tí skjótt slept sum ein felags hugsjón fyri allar teir samanløgdu stovnarnar, nú eru tað trý ymisk virksemi, sum talan er um: museum, arkiv og bibliotek, men hjá hesum stovnum eru tað summar uppgávur, sum væl kunnu ganga upp á tvørs: fyrisiting, miðlan og tøkni og okkurt annað við.49 Tað, sum er á bókasøvnum og á skjalasøvnum, er tilfar, sum meira ella minni kemur til søvnini. Fyri bókasøvn er talan um bøkur og aðrar prentlutir, og á okkara døgum eisini tað, sum kemur út í teldutøkum ella elektroniskum líki. Fyri skjalasøvn er talan um skjøl frá stovnum, myndugleikum, virkjum og av og á eisini privatum bæði á pappíri og í teldutøkum ella elektroniskum líki. Tað verða eisini latnir gripir til museum, men í flestu førum, so skal eitt museum sjálvt útvega sær ella savna lutir umframt kontekstuellar upplýsingar um teir, og harafturat kemur alt tað, sum vit kunnu nevna immateriellur mentanararvur, sum ikki er í gripum, men í søgum, frásøgnum, uppskriftum, bandupptøkum, myndum, filmi o.ø., sum eru partar av tí, sum eigur at vera í kunnleikagoymsluni á einum museum. Eitt museum skal tí vera aktivt og javnan savna inn upplýsingar, eisini frá nútíðini. Tað er fyrst og fremst ein hugsjón um museum, við øllum tí sum hongur uppi við eitt museum, sum er at finna í savnsálitinum frá 2009. Taka vit Føroya Náttúrugripasavn, so er tað, hóast navnið, eins nógv ein sektorgranskingarstovnur sum eitt savn ella eitt museum, og tað gera tey, sum starvast har, eisini vart við. Tá ið tað kemur til endamálsorðingar og nútímansgerð av lógum og regluverkinum, eru Føroya Landsbókasavn og Føroya Landsskjalasavn komin væl longri í endurskoðanini av lógargrundarlagnum enn Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið, hvørs lógir eru gamlar og næstan ikki dagførdar, uttan við onkrum smábroytingum, síðan tær vórðu settar í gildi fyrst í 1950-árunum. Fyri at venda aftur til savnshugsjónina museumshugsjónina sum er løgd fram í álitinum frá 2009, byggir hon á leiðreglurnar hjá altjóða 47 Upprit nr. 10. Søvn Landsins. Samrøða við leiðslutoymið 28. september 2016.. 48 Upprit nr. 10. Søvn Landsins. Samrøða við leiðslutoymið 28. september 2016. 49 Upprit nr. 10. Søvn Landsins. Samrøða við leiðslutoymið 28. september 2016. 20 museumsfelagskapinum ICOM undir UNESCO,50 og ber uppskotið til savnslóg frá 2015, sum ikki er løgd fyri løgtingi enn, eisini dám av hesum leiðreglum:51 § 1. Við støði í hugsjón um, at mentanararvur og náttúruarvur Føroya fólks eru týðandi liðir í arvi heimsins og skal varðveitast til frama fyri nútíðar- og framtíðar ættarlið, er endamálið við lógini at stimbra musealt virksemi í Føroyum og tryggja, at eitt hvørt savn, ið virkar eftir henni, hevur ein virknan og viðkomandi leiklut í varðveitingini og stimbranini av mentanararvinum og nátturuarvinum og er ein kelda til íblástur, gransking, lærdóm og fragd og veitir tænastur, sum eru tøkar hjá øllum. § 2 Uppgávan hjá landssøvnum og landsgóðkendum søvnum við musealum virksemi er gjøgnum innsavning, skráseting, varðveiting, gransking og miðlan, sum eru sínámillum samanknýttar uppgávur, úr heimligum og alheimsligum sjónarhorni 1. At gera vitan um mentanararv og nátturuarv Føroya tíðarbæra, atkomuliga og viðkomandi, 2. At menna nýtslu og týdning av mentanararvi og nátturuarvi fyri borgaran og samfelagið og 3. At tryggja mentanararv og nátturuarv til framtíðar nýtslu. Øll søvn museum í Føroyum skulu samstarva, men tað er bert álagt landssøvnum at fremja gransking, men sambært lógaruppskotinum er tað einki, sum forðar øðrum søvnum eisini at gera tað, um tey fakliga eru før fyri tí. Tað er kortini nøktandi, um tey sum søvnvirka úr einum heimligum sjónarhorni. í uppskotinum eru søvnini skilmarkað definerað sum mentanarsøgulig søvn, nátturusøgulig søvn og listasøvn: Stk. 4. Mentanarsøgulig søvn lýsa broyting, fjølbroytni og framhald í lívskorunum hjá fólki frá elstu tíðum til dagin í dag.Stk. 5. Nátturusøgulig søvn lýsa náttúruna, tað nátturusøguliga framhaldið, nútíðar umhvørvið og samspælið millum náttúru og fólk. Stk. 6. Listasøvn lýsa myndlistasøgu, nútíðar yvirbragd í listini og fagurfrøðiliga og fatanarliga vav hennara. Teir grundleggjandi tríggir liðirnir í savnshugsjónini eru at 1. savna, 2. granska og 3. miðla ella veita savnstænastu. Tað vil siga, at uppgávan hjá søvnunum er at dokumentera tað mentanarliga, tað listaliga og tað nátturufrøðiliga tilfarið, sum hevur týdning, og sum verður hildið at vera vert at dokumentera. Talan er tí um á ein skynsamiligan eisini granskingargrundaðan hátt, at velja burturúr, og seta í eitt høpi, alt tað, sum verður mett at vera vert at varðveita og leggja á savn. Tí hevur gransking savnsgranskingin so stóran týdning, tí tað er ikki bert tað, sum er á søvnunum, at tað skal granskast í, men tað skal sjálvandi eisini granskast í spurninginum um, hvat ið skal savnast og varðveitast fyri at dúka av og draga fram nýggjan varðveitingarverdan materiellan og immateriellan kunnleika um okkara søgu og 50 Etiskar reglur fyri søvn finnast á heimasíðu hjá Søvnum Landsins á donskum í prentaðum líki: ICOM s etiske regler (2006).51 Løgtingsmál nr. xx/2014: Uppskot til løgtingslóg um musealt virksemi (Museumslógin). Innanhýsisskjal í Mentamálaráðnum, Máltal: 12/001133-98. 21 mentan bæði í fortíð og nútíð. í roynd og veru er tað ein spurningur um, hvat vit skulu royna at minnast, og hvat vit kunnu loyva okkum at gloyma ella lata fara aftur við borðinum, tí umstøður verða ongantíð til at goyma alt.52 Granskingarhugtakið í savnshøpi eigur tí at vera greinað nágreiniligari, so vit vita, hvat søvn og savnsgransking í roynd og veru ber í sær.53 Virksemið hjá søvnunum, tað skal hava týdning fyri samleikakensluna hjá borgarunum og fyri samfelagið í síni heild, verður sagt. Søvnini skulu eftir savnshugsjónini eisini hava týdning fyri trivnaðin í landinum geva fólki upplivingar bæði í løtuni og í framtíðini, og tí er neyðugt at myndugleikarnir eisini hava og fremja ein ítøkiligan fólksligan savnspolitikk. í savnsálitinum frá 2009 er savnshugsjónin vorðin eitt lyklahugtak, og tað má tí eisini koma at hava nakað at siga fyri virðisgrundarlagið hjá Søvnum Landsins. Listasøvn eru ikki løgd saman við hinum søvnunum undir Søvn Landsins og verða tí ikki viðgjørd í hesari eftirmetingini. Spurningurin er tí, um teir stovnar, sum eru lagdir saman í Søvn Landsins, sjálvir kenna tað so, at teir allir rúmast innan fyri hesa savnshugsjón, men so er tað neyvan. Tað er longu víst á, at Landsbókasavnið og Landsskjalasavnið fella uttan fyri savnshugsjónina sum museumshugsjón, men tað er ein trupulleiki, sum í praksis eigur at kunna loysast. Fokus á savnsgransking Universitetsbókasøvnini og samsvarandi bókasøvn hava granskingarbókavørðar, ella tað sum á donskum eitur forskningsbibliotekarer, ið hava akademiska útbúgving á ávísum økjum, eitt nú søgu, bókmentum, máli, læknavísindum, løgfrøði, búskapi o.s.fr. Teirra arbeiði er at finna og halda skil á teimum bókmentum, sum hava týdning fyri gransking og granskarar í teimum ávísu fakøkjunum. Granskingarbókavørðar granska eisini sjálvir í evnum, sum teir avtala við stovnin. Tað sama er galdandi fyri skjalavørðar, ið skulu taka sær av skjalasavnsarbeiði, so skjølini kunnu koma til nyttu bæði hjá granskarum, myndugleikum og áhugaðum einstaklingum. Eru ressursir til tað, fáa hesi fólk eisini tillutað granskingartíð. Samskipan av gransking í desember 1995 setti tann danski granskingarmálaráðharrin Frank Jensen eftir áheitan frá Føroya Landsstýri saman við teimum donsku granskingarráðunum ein bólk at gera frágreiðing um gransking í Føroyum. Tey føroysku umboðini í bólkinum vóru Bogi Hansen og Jóan Pauli Joensen. Frágreiðingin frá bólkinum kom út í 1996 við eini virkisætlan og einum tilmæli um gransking í Føroyum.54 Norðurlendska ráðharraráðið sýndi eisini áhuga fyri føroyskari og grønlendskari gransking um hetta mundið, og gav eisini út eina frágreiðing.55 Sama ár í 1996 varð Granskingarráð Føroya sett á stovn. Við hesum byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í føroyskari gransking, fleiri milliónir vórðu játtaðar frá teimum donsku granskingarráðunum til føroyska gransking, og nógvar 52 Lonnqvist 1990.53 Hetta er ein spurningur, sum er tikin upp millum annað hjá Goodnow og Akman (ed.) 2008. 54 Forskning pa Færøerne 1996. Sí eisini røðu Eilifs Samuelsen á 20 ára føðingardagshaldi Granskingarráðsins í Norðurlandahúsinum 13. apríl 2016 http://www.gransking.fo/get.file?ID=15291.55 Forskningaktiviteter pa Færøerne og Grønland 1997. 22 granskingarverkætlanir fóru av bakkastokki.56 Eftir tað tók granskingarráðið um endan, og tey seinastu 20 árini er tað fyrst og fremst Granskingarráðið, ið hevur tikið yvir fíggingina og raðfestingina av granskingarverkætlanum í Føroyum, men møguleiki er framhaldandi fyri at søkja um fígging úr teimum donsku granskingarráðunum og at taka lut í EU-fíggjaðum verkætlanum við Granskingarráðnum sum leiðbeinara.57 Størri granskingareindir Eitt, sum varð nevnt í frágreiðingini frá teimum donsku granskingarráðunum í 1996, var, at granskingarumhvørvini í Føroyum vóru ov smá og áttu ikki at fara niður um eitt ávíst minstamark, og at granskingin tí skuldi savnast í størri eindum, so ella so, fyri at kunna koma til sín rætt.58 í hesum sambandi er vert vísa til tað, sum Martin Zachariassen professari, fyrrverandi formaður í Granskingarráðnum, núverandi dekanur á náttúruvísindaliga fakultetinum á SDU, segði tann 13. apríl 2016 í sambandi við, at 20 ára føðingardagin hjá Granskingarráðnum varð hildin. Hann sigur um føroyska gransking: Styrkir Nógvir einstaklingar og smærri bólkar, sum gera týdningarmikla gransking Glottar av gransking á altjóða excellence støði Partar av vinnuni gera íløgur í gransking Veikleikar Fragmenterað granskingarumhvørvi - bæði stovnsligt og geografiskt Støddin av flestu granskingarumhvørvum undir kritiskan massa Samskiftið millum politiska skipan og granskingarstovnar veikt Møguleikar Gott útbúgvingar- og vitanarstøði í Føroyum og rættiliga nógvir føroyingarvið granskingarførleikum Fiski- og alivinnan hevur fíggjarliga megi til at stuðla vinnugransking Økt samstarv við grannalond um gransking m.a. við ES-fígging Hóttanir Politiska skipanin fær ikki sett eina klára og fasta kós fyri føroyskari gransking Føroysk gransking maktar ikki at kappast á altjóða excellence støði Hetta minkar um áhugan fyri samstarvi innlendis og útlendis 56 í hesum høpi skulu serliga nevnast granskingarverkætlanin Færøerne. Tradition og modernitet. Et helhedsprojekt om den sociokulturelle udvikling pa Færøerne . Andras Mortensen stóð sum umsøkjari og verkætlanarleiðari. Fleiri Ph.D-ritgerðir komu burtur úr hesi verkætlan.57 Nærri upplýsingar um Granskingarráðið og tað sum er hent har tey seinastu 20 árini sæst á heimasíðu teirra: http://www.gransking.fo/ Annars sæst framda granskingin á Søvnum Landsins í ársfrágreiðingunum og í granskingaryvirlitinum, sum verður prentað í Fróðskaparritum á hvørjum ári. 58 Forskning pa Færøerne 1996. 23 Og kom hann við hesum persónligu tilmælunum:  Granskarar í Føroyum mugu savnast enn meira bæði stovnsligt og geografiskt við Fróðskaparsetrinum sum nátúrligum miðdepli fyri gransking á hægsta støði.  Karmarnir fyri føroyskari vinnulívsgransking eiga at verða styrktir.  Gev einum landsstýrismanni/kvinnu ábyrgdina fyri allari gransking í Føroyum, ogstyrk formella sambandið millum fyrisiting og granskingarstovnar.59 Søvnini og Fróðskaparsetrið í Noreg eru eitt nú universitetini í Bergen og Tromsøe sprottin úr søvnunum á staðnum, so søvnini eru partur av universitetunum, bæði tá ið tað kemur til undirvísing og gransking. í álitinum um savnsbygnað frá 2009 verður víst á týdningin hjá søvnunum fyri undirvísingartilboðini á Fróðskaparsetrinum, men av einihvørji orsøk verður ikki hildið, at savnshugsjónin fellur saman við seturshugsjónini, ið Sum yvirskipað fyrisiting hevur onnur primer mál enn savnsáhugamál at taka sær av. Tað kann tæna vísindaligu avbjóðingunum at leggja savnsøkið undir Fróðskaparsetrið, men øll eru ikki samd, ið starvast innan tøkniliga og pedagogiska partin av savnsvirkseminum og miðlanina. Tey síggja fyri sær, at vísindi verða tikin fram um tað berandi, sum er samanrenningin millum skráseting, vitanarframleiðslu og miðlan, og sostatt, at ójavnvág verður í virkseminum í mun til savnshugsjónina. Við øðrum orðum, at tað ikki tænir undirvísingartilboðunum hjá søvnunum, at gransking verður tikin fram um hinar partarnar í savnshugsjónini.60 Onkur á Søvnum Landsins er eitt sindur ivaskygdur um møguleikarnar fyri samstarvi við Fróðskaparsetrið, sum álitið frá 2009 leggur upp til, sum støðan á Søvnum Landsins er vorðin: Tey 43 árini eg havi havt mína gongd her á savninum, hevur av og á verið hoyrt tos um hetta sama. Okkurt samskifti hevur eisini verið og er tað enn. Hetta kundi verið ein sjálvsagdur táttur. Men, hvat liggur í hesum, at spurningurin um arbeiðsmegin á Søvnum Landsins skal gagnnýtast til undirvísing á Setrinum, nú verður hetta tikið upp aftur, og at yvirskipað avtala skal gerast, og hvussu hugsar man sær hetta framt? Er tað so, at yvirskipað avtala skal gerast við Setrið um hesi viðurskifti, verður neyðugt við ítøkiligum betringum á savnsøkinum. Sum støðan er í dag, er ynskiligt í fyrstu atløgu, at granskingin á søvnunum verður munandi styrkt og betur skipað, áðrenn vit fara at tosa um, at hon verður gagnnýtt á Setrinum. Hvussu hugsar man sær, at vísindafólkini á Fornminnissavninum skulu fáa stundir til at fara undir undirvísing, tá ið hugsað verður um tær tungu arbeiðsbyrðar, arbeitt verður undir dagliga? Skulu vit til at seta tíð av til undirvísing, verður neyðugt, at onkur av Setrinum tekur yvir savnsuppgávur okkara í meðan, og hvønn á Setrinum ... kunnu vit peika á í dag, sum er skikkaður til beinleiðis at taka yvir slíkar uppgávur? Og fyri tann skuld, er vist, 59 Sí heimasíðuna hjá Granskingarráðnum http://www.gransking.fo/get.file?ID=15294 60 álit um savnsbygnað. Mentamáladeildin, dagført 10. september 2009 s. 9 f. 24 at nakar á Setrinum er hugaður at útinna savnsarbeiði, og kann slík uppgáva áleggjast teimum?61 Tað, sum her verður løgd áherðsla á, er, at tað skulu vera umstøðurnar innan sjálvt tað museala virksemið, ið skulu mennast og betrast granskingarliga, áðrenn farið verður, at tosa um at gagnnýta førleikan hjá starvsfólkunum á tí museala virkseminum til undirvísing á Setrinum. Tað er sjálvandi rætt. í hesum sambandi skal verða víst á, at talan ikki bert skal vera um samstarv á undirvísingarøkinum, men eisini á granskingarøkinum, tí, sum sagt er í uppritinum um vitan og vøkstur á granskingarøkinum, so kann hetta m.a. verða gjøgnum býtisstørv, har vísindafólk sum partur av síni starvsskyldu á einum stovni skulu nýta part av síni arbeiðstíð til at undirvísa á Fróðskaparsetrinum. Talan kann eisini vera um, at vísindafólk á Fróðskaparsetrinum luttaka í verkætlanum á øðrum stovnum.62 Tað skal tí ikki snúgva seg um kapping, men um ítøkiligt samstarv yvir um mark, og at tað tí skal verða kravdur á leið sami førleiki bæði á søvnum og á Fróðskaparsetrinum, og Skipað eigur at verða fyri samstarvi við Fróðskaparsetrið soleiðis, at granskingarførleikin eisini kann verða gagnnýttur í undirvísing har. Skotið verður upp, at avtala verður gjørd yvirskipað um samstarv millum Søvn Landsins og í sambandi við granskingargrundaða undirvísing og at Fakeindir á Søvn Landsins gera avtalur við megindeildarráðini um gransking og undirvísing á deildunum undir megindeildarráðnum.63 Hetta er ein sera skilagóð og neyðug leið at ganga og er eisini tað, sum Vísindaráð Føroya ger greitt eini tvey ár aftan á at savnsálitið varð skrivað: Allar hægri útbúgvingar í Føroyum skulu vera granskingargrundaðar. Tað merkir fyrst og fremst, at tað eru granskarar, sum leggja til rættis útbúgvingarnar og undirvísa í sínum fakøkjum. Fróðskaparsetrið hevur fingið og fær sera dygga hjálp til undirvísingina frá granskarunum á hinum granskingar- stovnunum í Føroyum og frá granskarum uttanlands. Formliga sambandið millum Fróðskaparsetrið og sektorgranskingarstovnar um útbúgving og gransking skal styrkjast. Hetta kann m.a. vera gjøgnum býtisstørv, har vísindafólk sum partur av síni starvsskyldu á einum stovni skulu nýta part av síni arbeiðstíð til at undirvísa á Fróðskaparsetrinum. Talan kann eisini vera um, at vísindafólk á Fróðskaparsetrinum luttaka í verkætlanum á øðrum stovnum. Samstarvið skal skipast í føstum kørmum og sjónliggerast í almennum avtalum millum sektorgranskingarstovnar og Fróðskaparsetrið.. Dømi eru longu um slíkar avtalur, sum kunnu útbyggjast og brúkast sum fyrimyndir.64 Hetta verður eisini tikið fram, tá ið sektorgranskingin í Føroyum verður umrødd. Tað er týdningarmikið at skapa góðar karmar fyri sektor- granskingarstovnarnar, ið á hvør sínum øki fremja gransking á hægsta altjóða stigi. Sektorgranskingarstovnar í Føroyum í løtuni eru: Havstovan, Jarðfeingi, Fiskaaling, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Søvn Landsins, Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Hesir stovnarnir skulu 61 Viðmerkingar til hoyringsskrivið Ætlan um skipan á Søvnum Landsins til hoyringar, Símun V. Arge, ódaterað, men er skrivað í 2013.62 Vitan og Vøkstur. Yvirskipaði granskingarpolitikkur Føroya 2011-2015, Føroya Vísindaráð 2011. 63 álit um savnsbygnað. Mentamáladeildin, dagført 10. september 2009 s. 13 f.64 Vitan og Vøkstur. Yvirskipaði granskingarpolitikkur Føroya 2011-2015, Føroya Vísindaráð 2011. 25 arbeiða neyvt saman við Fróðskaparsetrinum, samstundis sum teir røkja sínar myndugleikauppgávur. Eisini her má tryggjast, at øll vísindastarvsfólk framyvir hava granskingartíð. Økta samstarvið fer við tíðini at geva eina betri gagnnýtslu av tilfeingi, størri umhvørvi og tvørfakliga gransking. Felags hentleikar skulu gagnnýtast í størst møguligan mun, so vit fáa størri nyttu fyri sama pening. Við at savna parallellar uppgávur fæst meira fyri tær samlaðu fyrisitingarútreiðslurnar. Nýliga samanløgdu Søvn Landsins er dømi um samanlegging við hesum endamálinum.65 Eitt gott samstarv kann soleiðis, um rætt verður farið fram og ein positivur vilji verður vístur, koma at verða ein stórur vinningur fyri báðar partar og flyta teir. Ikki minst um studentarnir á Søgu- og samfelagsdeild Fróðskaparsetursins eisini koma at verða tiknir upp í verkætlanir á Søvnum Landsins í sambandi við, at teir skriva bachelor- og masteruppgávur og fáa høvi at koma í praktikk eisini. Hetta seinasta er longu roynt í einstøkum førum. í Danmark hava teir Centrum for Museumsforskning, har museumsforskning verður skilmarkað soleiðis: Museumsforskning forstas bredt som et forskningsfelt, der omfatter museer, arkiver samt aktivitetscentre inden for eksempelvis naturvidenskab og teknik. Feltet omfatter saledes forskning i kunst, kultur- og naturarv samt i formidling af denne arv i forhold til fysiske og virtuelle rum.66 Tað finnast eisini hugtøk sum biblioteksforskning og arkivforskning, hetta kann skilmarkast, sum gransking sum hevur við bibliotek ella bókasøvn og arkiv per se ella í sjálvum sær at gera.67 Slíka gransking av søvnum hava vit higartil ikki havt stórvegis av í Føroyum, tí tann gransking, sum er farin fram á Søvnum Landsins, er at meta sum meira almenn gransking innan tað, sum eisini skilmarkar starvsøkið hjá tí einstaka. Her eru nógvir spurningar at taka støðu til og greina nærri, tí higartil hevur tað verið tann einstaki, sum meira ella minni avger sjálv ella sjálvur, hvat hann ella hon granskar í. Tað er møguliga tað rættasta og tað besta fyri granskingina, men so skal tað heldur ikki vera nakar ivi um, at tað er tað, sum tann almenni viljin vil. Miðlan av savnsgranskingini Víst verður í savnsálitinum frá 2009 á, at miðlanin skal vera breið og tæna øllum fólkinum í landinum og ikki bert vísindunum. Spurningurin er hinvegin, um tað er so knívskorið kortini, tí tað er eisini eitt greitt alment ynski um, at ikki bert universitetsgransking, men at eisini sektorgranskingin skal miðlast út til fólk 65 Vitan og Vøkstur. Yvirskipaði granskingarpolitikkur Føroya 2011-2015, Føroya Vísindaráð 2011.66 http://museumsforskning.dk/. Dansk Center for Museumsforskning.67 sektorforskning, offentligt finansieret forskningsaktivitet inden for en nærmere afgrænset del eller sektor af den offentlige forvaltning, ofte modstillet forskningsaktiviteter ved universiteterne. Sektorforskningen udføres af særlige sektorforskningsinstitutioner, der er selvstændige institutioner under en ressortministers ansvar. Sektorforskningen har som hovedopgave pa et fagligt forsvarligt grundlag at medvirke ved udviklingen af den eller de sektorer, det enkelte ressortministerium har ansvaret for. Ressortministeren kan anmode institutionen om at udføre forsknings-, udrednings- og radgivningsopgaver, og institutionen kan mod betaling udføre den samme type opgaver for andre. Institutionerne er ikke ansvarlige for uddannelse, men de deltager i uddannelsen af forskere inden for deres arbejdsomrade. Sektorforskning har oftest karakter af anvendt eller strategisk forskning og har mest fundet sted inden for miljø-, energi-, landbrugs- og socialomradet; ogsa den militære forskning kan kaldes sektorforskning. http://denstoredanske.dk/Erhverv,_karriere_og_ledelse/P%C3%A6dagogik_og_uddannelse/Forsk ning/sektorforskning 26 flest, so at øll fáa gleði av tí kunnleika, sum verður framleiddur. Miðlanin til fólk flest skal sjálvandi vera í øðrum og meira lætt sodnaðum formi, enn í vísindaligum greinum og ritgerðum, sum bert venda sær til fakfólk. Tað ber væl til, og tað verður gjørt allastaðni, ikki minst tí at tað, sum hevur við gransking og vísindi at gera, eru tíðindi, sum hava stóran áhuga millum fólk. Tað er júst tað, sum Fróðskaparsetrið royndi bæði í kringvarpi og við fyrilestrarrøðunum Setrið á ferð. Hetta hevur Granskingarráðið nú tikið upp aftur við Vísindavøkuni, sum eisini er farin á ferð. Tað er ein fólksligur miðlingarháttur, sum ikki er so nógv øðrvísi enn tað, sum verður miðlað á einum savni, tí framsýningar venda sær yvirhøvur móti fólki flest eisini børnum. Tað er uppgávan hjá bæði vísindafólki, hjá savnskuratorum og savnslærarum at stinga út í kortið og síggja til, at tað verður so. Við teimum miðlum, sum vit hava í dag, ber tað til at fáa miðlan av kunnleika til at renna í kunnleiksáum á ymiskum fakligum stigum. 27 Samanleggingin byrjar ítí, sum er greitt frá frammanfyri, er gjørd ein roynd at lýsa viðurskiftini, bæði tá ið tað kemur til tær uppgávur, sum søvnini í landinum hava av ymiskum slag, og at lýsa tær hugsanir, sum hava verið frammi, bæði í akademia og millum politiskar myndugleikar. Roynt hevur verið at víst á, hvussu bæði fólk og myndugleikar hava fatað granskingarstovnar í Føroyum og Fróðskaparsetrið sum eina samanhangandi heild. Savnsálitið og savnsdagurin í Norðurlandahúsinum Mentamálaráðið hevði arbeitt leingi við eini ætlan um at leggja søvn landsins saman. álitið frá 2009 er eitt dokument í málinum, og sum ein undandøttur vórðu søvnini og starvsfólk teirra fyrst boðin til ein savnsdag í Norðurlandahúsinum 7. juni 2009, har hugsjónirnar um samanlegging vórðu lagdar fram. í røðu síni vísti táverandi landsstýriskvinnan Helena Dam á Neystabø á, hvussu savnsbygnaðurin var vorðin broyttur upp gjøgnum tíðina: Søvn og fakøki verða løgd saman og í summum førum skild sundur alt eftir hvør savnsvisjón er ráðandi, og í summum førum eisini alt eftir, hvussu visjónirnar eru á øðrum økjum, eitt nú innan útbúgving og fyrisiting. Og hetta er eisini galdandi í londunum rundan um okkum og hevur eisini verið galdandi, síðani søvnini í Evropa sóu dagsins ljós í 1500-talinum. Tá varð mælt til, at starvsstova og apotek vóru knýtt at søvnum, meðan vit í dag halda, at skúlatænasta og heimasíður eru natúrligir partar av savnsvirkseminum. Vit hugsa um søvnini út frá teimum fortreytum vit kenna í dag soleiðis má tað sjálvsagt vera. Tí tað er greitt, at søvnini hava sín týdning fyri og leiklut í samtíðini. Tá vit nú ætla okkum undir eina samanlegging á savnsøkinum, mugu vit gera okkum greitt, hvat vit vilja við søvnunum nú og í framtíðini. í vitanarsamfelagnum eru søvnini vitanar- og upplivingardeplar og læristøð. Søvnini eru við til at skapa okkum sum einstaklingar, fólk og land. Hetta setur stór krøv til fakligheit, til gransking og miðling. Og samstundis, sum vit liva upp til altjóða krøv, skulu vit skipa okkum, so vit fáa so góð søvn sum gjørligt burtur úr tí tilfeingi, ið til eina og hvørja tíð er tillutað søvnunum. Vit skulu menna okkum fakliga og skipanarliga, so vit eru før fyri at lofta teimum avbjóðingum, ið framtíðin fer at bjóða.Og vit mugu taka støði í hvussu umstøðurnar fyri savnsvirkseminum síggja út í Føroyum. í fyrsta umfari fevna bygnaðarbroytingarnar um landsstovnarnar Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina, Føroya landsbókasavn og Føroya Landsskjalasavn. Støðan hjá Listasavni Føroya er serlig, tí savnið er í dag skipað sum sjálvsognarstovnur við egnum stýri. Tí er neyðugt at kanna, hvussu bygnaðarliga tilknýtið hjá listasavninum til søvn landsins skal vera og um Listasavn Føroya átti at verið skipað á sama hátt sum hini søvnini. Eingin ivi er um, at málið er, at hetta savnið eisini skal verða partur av Søvnum Landsins. í nýggja bygnaðinum verða søvnini skipað sum fakligar eindir undir eini yvirskipaðari leiðslu. Hetta fer at hava við sær, at fakligu eindirnar í størri mun enn í dag kunnu savna seg um síni fakligu øki heldur enn at brúka orkuna upp á fyrisiting og fíggjarstýring. Eisini verður framsýningar- og miðlaparturin 28 styrktur, tí sum støðan er í dag, eru eindirnar ov smáar, og tí fæst ov lítið burturúr. Fakliga umhvørvið á søvnunum skal styrkjast og vit skulu arbeiða fram ímóti, at starvsfólk á søvnunum í størri mun enn í dag arbeiða við gransking innan síni fakøki. í hesum sambandi skulu vit hava í lag eitt skipað samstarv við Fróðskaparsetur Føroya. Arbeiðsøkið hjá søvnunum fevnir um alt samfelagið og hoyrir til í øllum samfelagnum ikki bara á søvnum og til framsýningar. Søvnini skulu við støði í savnshugsjónini virka sum savnarar, granskarar og miðlarar av vitan, list, náttúru- og mentanararvi. Og tað er endamálið við samanleggingini: ein styrkt savnshugsjón, við denti á savning, gransking og miðling, soleiðis at søvnini eisini í framtíðini verða ein drívmegi í menningini av Føroya landi.68 Ætlanin varð í stuttum lýst við eini power-point framløgu, har tað varð varpað upp á veggin, at tað aftanfyri lá ein ávís savnsvisjón og ein savnshugsan. Ætlanin var at fáa ein felags savnsfront, fyri at savnsorkan kundu gagnnýtast so gott sum gjørligt bæði fíggjarliga og arbeiðsliga. Umsitingin skuldi samskipast í eina fasta legu, og tøkni, verkstaður, goymslur og miðling skuldu verða felags fyri at kunna røkka grundleggjandi liðunum í savnshugsjónini. Ein tíðarætlan var sett upp. Lýsast skuldi eftir savnsstjóra at seta 1. november 2010, og samanleggingin skuldi verða framd 1. januar 2011. Eftir tað skuldi tað koma at verða ein stjóri fyri øll søvnini, og verandi stjórarnir komu at verða deildarstjórar. Umsitingin skuldi koma at verða felags fyri øll søvnini.69 útvið 60 fólk tóku lut á savnsdegnum, sum sambært tíðindaskrivi frá Mentamálaráðnum var væleydnaður. Tíð, tilfeingi og kunning eru lyklaorð í samanleggingartilgongdini, skal hon eydnast. Skapa vit røttu fortreytirnar fyri samanlagda stovnin, og geva vit okkum tíð til at nágreina tær uppgávur, ið eru í samanleggingini, so eru fleiri fyrimunir við eini samanlegging av søvnunum. Vit mugu tó gera okkum greitt, at nógvir spurningar enn standa ósvaraðir í hesi tilgongd... Endamálið við savnsdegnum var at koma saman og fáa høvi at umrøða ætlanirnar hjá Mentamálaráðnum at leggja Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina saman í ein stovn. Listasavn Føroya er eisini ein partur av tilgongdini, og fólk frá Listasavninum tók eisini lut á savnsdegnum, men støðan hjá Føroya Listasavni er serlig, orsakað av, at savnið er skipað sum sjálvsognarstovnur við egnum stýri, og tí mugu serlig atlit takast til, hvussu Listasavnið kann verða skipað undir Søvnum Landsins. í tíðindaskrivinum var endurgivið nakað av tí, sum landsstýriskvinnan segði, og sagt verður, at arbeitt varð við, og at kjakast varð um samstarvsøki, samskifti, høli, fakøki, miðling og bygnaðin í samanleggingini. Eg haldi at eg kann siga, at starvsfólkini á søvnunum hava verið glað fyri at fáa høvi at koma saman og umrøða spurningin um samanleggingina av søvnunum. Vit hava fingið nógv og gott íkast at arbeiða víðari við, og vit eru ótrúliga nøgd við dagin," sigur Martin Næs, deildarstjóri á mentamáladeildini í Mentamálaráðnum.70 68 Endurgivið úr Søvnini nú og í framtíðini. Røða hjá Helenu Dam á Neystabø landsstýriskvinnu á savnsdegi í Norðurlandahúsinum 7. juli 2010.69 Samandráttur av power-point framløgu Mentamálaráðsins á savnsdegnum 7. juli 2010.70 Tíðindaskriv frá Mentamálaráðnum 7. juli 2010. 29 Nýtt vín í gamlar fløskur ella det greier sig i sjøení 2008 vórðu Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúli og Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya løgd saman í ein stovn, sum fekk navnið Fróðskaparsetur Føroya.71 í kjalarvørrinum á løgtingslógini komu eisini fleiri kunngerðir, so sjálvt lógarverkið fyri samanleggingini var greitt frá byrjan. Trupulleikar vóru eisini við hesari samanlegging, men teir vórðu loystir innanseturs, og lógin varð dagførd í 2012.72 Samanleggingin í Søvn Landsins fór fram á ein heilt annan hátt. Tað varð gjørt uttan yvirskipaða løgtingslóg ella kunngerð, men við einum direktivi frá Mentamálaráðnum við støði í fleiri galdandi lógum og kunngerðum, og tað varð litið upp í hendurnar á komandi stjóranum at fáa eina nýggja skipan at rigga í verki, meðan bíðað varð eftir eini dagførdari løgtingslóg um Søvn Landsins. Høvuðsorsøkin til hetta var, at Mentamálaráðið metti seg ikki at hava ressursir ella stundir til at fáa framt eitt lóvarverk á økinum í bræði. Og tá ið ein løgfrøðilig eftirkanning vísti, at tað bar til í praksis at gera tað við støði í galdandi lógum, so varð tað gjørt, og tað skuldi verða litið upp í hendurnar á komandi stjóranum at fremja henda politiska viljan í verki, samstundis sum Mentamálaráðið arbeiddi við einum nýggjum lógarverki, sum skuldi samsvara við tað, sum kom burturúr.73 Lýst varð eftir stjóra í august 2010. Mentamálaráðið segði m.a. í lýsingini, at Vit søkja eftir einum stjóra til at leggja saman og leiða søvnini undir Mentamálaráðnum... Stjórin skal hava hollan kunnleika til savnsøkið og skal harafturat hava fakligar, fyrisitingarligar og menniskjaligar eginleikar, ið kunnu lyfta týðandi uppgávuna at leggja landsstovnarnar á Fornminnissavns-, Skjalasavns- og bókasavnsøkinum saman og føra søvn landsins inn í framtíðina. Til at føra tilgongdina á mál og leiða stovnin leita vit eftir stjóra, sum megnar at motivera síni starvsfólk, so tey trívast og mennast í sínum arbeiði ... saman við sínum starvsfólki og í samráði við Mentamálaráðið skal stjórin skipa samanlagda stovnin bygnaðarliga... Søvnini skulu vera, sum er, verandi har tey eru nú, og stjórin fær í fyrsta umfari skrivstovu, sum Mentamálaráðið vísir á.... Umráðandi er, at umsøkjarar hava góðar leiðslueginleikar, ið kunnu menna eitt fakligt, virkið og kreativt umhvørvi á stovninum. Umsøkjarar skulu hava góðan kunnleika til mál og til at samstarva og samskifta bæði inn- og úteftir Vit vita, at avbjóðingin er stór, og at krøvini til stjóran eru høg. Samstundis er uppgávan spennandi, og stjórin fær møguleikan saman við starvsfólkunum til at skipa stovnin frá byrjan. Eftir tí at døma, sum verður sagt millum savnsfólk, so varð roknað við, at stjórin fór at verða funnin aðrastaðni enn millum tey fólk, ið starvaðust á teimum stovnum, sum skuldu leggjast saman. Kanska tí tey sóu ein vanda í at fáa ein stjóra, sum var bundin av tí, sum hevði verið frammanundan. Millum umsøkjararnar var stjórin landsantikvarurin á Føroya Fornminnissavni Andras Mortensen Ph.D. Hann varð mettur at hava besta førleikan og varð settur at byrja 1. desember 2010. Hann hevði frammanundan 71 Løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya.72 Seturslógin frá 2008 varð broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012.73Upprit frá samrøðu við Martin Næs, deildarstjóra, Mentamálaráðið 7. november 2016 kl. 15.00- 16.00. JPJ. 30 verið savnvørður á Fornminnissavninum frá 1989-2006, síðani landsantikvarur og stjóri á Fornminnissavninum í tíðarskeiðinum 2005-2010, og hann hevði hollar royndir sum verkætlanarleiðari og savnsgranskari og hevði eina tíð eisini starvast sum lærari á Fróðskaparsetrinum. Hann var í síni tíð settur landsantikvarur, eftir at undanfarni landsantikvarurin var fluttur í eitt persónligt granskarastarv og hevði landsantivarlønina við sær, aftan á eina ørkymlandi setanartilgongd. Hann var settur eftir sáttmála í 5 ár og var tí á lønarlistanum hjá Fornminnissavninum til 2008. Setanarskrivið var dagfest 8. november 2010. í fylgiskrivi dagfest 15. november boðar Mentamálaráðið honum frá, at Virksemið hjá Føroya Landsbókasavni, Føroya Landsskjalassavni, Føroya Fornminnissavni, Føroya Nátturugripasavni og Havlívfrøðiligu Royndarstøðini verður 1. januar 2011 skipað í almenna stovnin Søvn Landsins. Stjórin fyri Søvn Landsins er frá 1. januar 2011 leiðsla á hesum stovnum, og røkir størvini sum landsbókavørður, landsskjalavørður, landsantikvarur, fyristøðufólk á Náttúrugripasavninum og leiðari á Havlívfrøðiligu Royndarstøðini. Harumframt verða fyrisitingarligar uppgávur hjá hesum stovnum fluttar til yvirskipaða leiðslu á Søvnum Landsins. Heimildir og uppgávur hjá stjóranum fyri Søvn Landsins eru tær, ið eru ásettar í galdandi lógunum á savnsøkinum, í løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 20. desember 2005, í løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn, í løgtingslóg nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminnissøvn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 9. apríl 1964 og í løgtingslóg nr. 28 frá 17. august 1955 um Føroya Náttúrugripasavn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 10. mai 2000. Landsstýrismaðurin setur stjóra fyri Søvn Landsins. Stjórin fyri Søvn Landsins setir og loysir úr starvi starvsfólk á Føroya Landsbókasavni, Føroya Landsskjalasavni, Føroya Fornminnissavni, Føroya Nátturugripasavni og Havlívfrøðiligu Royndarstøðini. Miðað verður eftir, at nýggj lóggáva verður sett í gildi á bóka-, skjala- og savnsøkinum í 2011.74 Nýtt vín skuldi sostatt koyrast í gamlar leðurfløskur, soleiðis at tað, sum leiðsluliga fyrr hevði verið í hondunum á fleiri, nú kom at liggja í somu hond, uttan at struktururin í sjálvum sær var broyttur í fyrstu atløgu. Samstundis fekk nýggi stjórin at vita, at hann fyribils skuldi hava skrivstovu á Fornminnissavninum, til annað hølið var funnið honum. Eina tíð hevði hann í einingi skrivstovu í tí gamla bókasavninum á Debesartrøð. Seinni valdi hann at flyta aftur niðan í sína gomlu skrivstovu á Fornminnissavninum í Hoyvík. Tikið samanum, var tað litið upp í hendurnar á stjóranum fyri Søvnum Landsins, um somu tíð, bæði at leggja saman og leiða søvnini undir Mentamálaráðnum, at flyta fyrisitingarligar uppgávur, sum fyrr høvdu liðið hjá teimum einstøku stovnunum, burtur frá stovnunum til eina yvirskipaða fyrisiting á Søvnum Landsins, at motivera síni starvsfólk, fáa tey at trívast og mennast í sínum arbeiði, og saman við teimum og í samráði við Mentamálaráðið skipa tann samanlagda stovnin bygnaðarliga frá byrjan og annars menna eitt fakligt, virkið og kreativt umhvørvi á stovninum og samstarva og samskifta bæði inn- og úteftir. Ikki kann sigast annað enn, at talan var um eina í allar mátar krevjandi uppgávu, fyrisitingarliga, umsitingarliga, fakliga og ikki minst menniskjaliga, 74 Skriv/fráboðan frá Mentamálaráðnum til Andras Mortensen dagfest 24. november 2011, máltal 70-9900116/0660067-/20 og skriv frá landsstýriskvinnuni til Andras Mortensen dagfest 15. november 2010, máltal 70-9900116/0660067-/18. 31 ikki minst tí tað skuldi vísa seg, at stjórin var bundin á hond og fót, tí kravt varð, at alt skuldi henda í semju og samljóði. Gomlu leiðararnir fingu eisini ta fatan úr tí, skrivað stóð, at tey mestsum høvdu veto-rætt í fleiri førum, um tær skipanir, sum stjórin framdi, ikki hóvaði teimum. Ein fatan, sum tey kundu hava við góðari grund út frá tí, sum Mentamálaráðið hevði stungið út í kortið. Byrjað varð at seta samanleggingina í verk um ársskiftið 2011. Hetta varð gjørt út frá leiðreglunum frá Mentamálaráðnum og við teimum heimildum, sum Mentamálaráðið hevði givið stjóranum fyri Søvnum Landsins, alt í eini bláoygdari vón um, at det greier sig i sjøen, sum norðmenn plaga at taka til.75 Tað, sum Mentamálaráðið ynskti, var, at  Søvnini undir Mentamálaráðnum verða samskipað í eina yvirskipaða fyrisiting, nevnd Søvn Landsins. Fyrisitingarligar uppgávur hjá søvnunum verða lagdar til yvirskipaða Søvn Landsins at umsita.  Søvn Landsins umsitur savnshøli hjá Landinum, bæði umsitingarhøli, goymslur og framsýningarhøli. Løgd verður til rættis ein ætlan at betra um hølisumstøðurnar viðvíkjandi framsýningum og goymslum.  Søvn Landsins skal vegna landsstýrismannin í mentamálum samskipa savnsvirksemið í Føroyum.  Til tess at fáa í lag eina miðvísa ætlan við savnsvirkseminum yvirhøvur, verður farið undir at fyrireika rammulóggávu fyri savnsvirksemið.76 Leiðslutoymi og leiðslufundir Tann 6. desember 2010 var fyrsti fundur í leiðslutoyminum á Søvnum Landsins. Leiðslutoymið og leiðslufundirnir eru fyriskipaðir av stjóranum fyri Søvnum Landsins, og eru ikki nevndir í nakrari skipan. á fundinum vóru Andras Mortensen, stjóri fyri Søvnum Landsins, Anna Maria Fosaa, settur leiðari á Náttúrugripasavninum, Jan Sørensen, leiðari á Havlívfrøðiligu Royndarstøðini, Armgarð Weihe, settur stjóri á Føroya Landsbókasavni, Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Føroya Landsskjalasavni, og Símun V. Arge, deildarleiðari á Føroya Fornminnissavni, og umframt tey var Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, eisini við á hesum fyrsta fundinum. Tann 1. februar 2011 varð Erhard Jacobsen settur í starv sum leiðari á Føroya Landsbókasavni og tók tí við á leiðslufundum og í leiðslutoyminum eftir Armgarð Weihe. Eftir at Símun V. Arge 31. mars 2014 fór í eina eldraskipan, var Erland Viberg Joensen settur sum leiðari á Fornminnissavninum og kom samstundis at vera í leiðslutoyminum og luttaka á leiðslufundunum. Leislutoymið var, og er tað enn, sostatt sett saman av leiðarunum á teimum stovnunum, sum vóru lagdir saman. Eftir at Havlívfrøðiliga Royndarstøðin varð løgd saman við Náttúrugripasavninum, tók Jan Sørensen seg 25. mars 2014 úr leiðslutoyminum, og longu 1. juni 2014 fór Anna Maria Fosaa eftir egnum ynski frá sum leiðari fyri at fara aftur í starvið sum deildarleiðari á plantudeildini, soleiðis at betri tíð verður at røkja fakligu uppgávurnar, sum hon upprunaliga er sett at røkja. Hetta varð játtað henni, og á fundi á 75 Byggir í høvuðsheitum á Stutt frágreiðing av samanleggingartilgongdini higartil. Søvn Landsins, dagfest 15. februar 2016. J.nr. 12/00256-29. Málsviðgerð: AM og á viðmerkingar frá ávísum starvsfólkum í sambandi við tey klaguskriv, sum send vóru landsstýriskvinnuni í mentamálum. 76 álit um savnsbygnað. Mentamáladeildin, dagført 10. september 2009. 32 Náttúrugripasavninum tann 19. mai 2014 var Semja um, at soleiðis sum Søvn Landsins nú eru skipað, er óneyðugt at seta ein av deildarleiðarunum at vera fyribils leiðari á sama hátt sum sum AMF var fyribils sett sum leiðari 01.01.2011. ístaðin verður leiðslan skipað sambært setanarskrivi stjórans, har ásett er, at hann m.a. er fyristøðufólk á Náttúrugripasavninum eftir Løgtingslóg nr. 26 frá 17. august 1955 um Føroya Náttúrugripasavn.77 úrslitið av hesum var, at ikki bert hevði Náttúrugripasavnið nú ikki longur deildarleiðara, men hevði heldur einki umboð í leiðslutoyminum og á leiðslufundunum. Tá ið Erhard Jacobsen fór frá við eftirløn tann 1. august 2016, varð Sámal Tróndur F. Johansen settur leiðari á Føroya Landsbókasavni afturat tí, at hann var leiðari á Føroya Landsskjalasavni. Síðani 1. august 2016 hevur leiðslutoymið á Søvnum Landsins sostatt verið eitt triumvirat av søgufrøðingunum Andras Mortensen, Erland Viberg Joensen og Sámal Tróndi F. Johansen.78 Sum tað sæst av tí sum ein fulltrúi í Mantamálaráðnum heldur, er tað ørkymlandi, at ein stovnur, ið fakliga fevnir sera vítt, er farin frá at hava eina breiða fakliga umboðan í leiðslubólkinum til at vera skipaður við einum leiðslubólki, har bæði stjórin og teir tveir deildarleiðararnir, ið røkja allar leiðsluuppgávur á stovninum, eru útbúnir innan sama fakøki. Tað kundi týtt upp á, at tað ikki hevur eydnast stjóranum at skapa grundarlag fyri innanhýsis semjum um ein nýggjan bygnað. Til hetta er at siga, at talan neyvan man verða um eina permanenta skipan, men heldur er talan um eitt leðslutoymi, sum er komið meðan samanleggingin enn er í ávirki, og eingin størv kunnu setast so leingi sum eftirmetingin fer fram, tað skal kunna broytast við setanina av nýggjum størvum. Fyri at ongin misskiljing skal vera um leiðslutoymið, er neyðugt at gera sær greitt, at her er ikki talan um eitt kollegialt organ, ið er sett saman av persónum, sum, um neyðugt, kunna taka avgerðir við atkvøðugreiðslu. Leiðslutoymið og -fundirnir er at rokna sum eitt leiðsluamboð ella sum tann longdi armurin hjá stjóranum. Tað er tí, út frá tí sum kom at henda á Søvnum Landsins, ein spurningur, um umboðini hjá deildunum hava kent seg sum eitt toymi, við ábyrgd fyri heildini; í øllum førum, so var tað ikki skrivað nakrastaðni, at tey høvdu tað. Tilsamans hava tað verið hildnir 47 leiðslufundir. Tað hevur verið stjórin, sum kallaði inn til fundar og skrivaði fundarskránna. Føst mál á skránni vóru, at fundarfrásøgnin frá seinasta fundi varð løgd fram til viðmerkingar og góðkenningar, mál til umrøðu, kunning frá deildunum, umframt tey mál, sum annars stóðu á skránni. Ein gjøgnumgongd av teimum 47 fundunum vísir, at tað mugu vera fá viðurskifti, sum ikki eru løgd fram og viðgjørd á leiðslufundunum.79 Ein 77 Fundarfrágreiðing: Fundur um leiðslubroyting á Náttúrugripasavninum, 20. mai 2014, Málsviðgerð Andras Mortensen. á fundinum vóru Anna Maria Fosaa, Janus Hansen, Jan Sørensen, Gunvør Thorsteinsson og Andras Mortensen.78 Tann fyrsti fundurin var 6. september 2006, og tá luttóku bert teir tríggir Andras Mortensen, Erland Viberg Joensen og Sámal Tróndur F. Johansen. Fundargrágreiðing 6. september 2016, J. Nr. 11/0003-47, Málsviðgerð: AM. 79 Burtur úr rúgvuni av tí, sum hevur verið viðgjørt, kann m.a. verða nevnt: Komandi bygnaður á søvnum landsins, Kortlegging av virkseminum, Teldukervið, Fíggjarviðurskifti, Búskett, Starvssetanir, Bókhald og bókhaldsskipan, Tøknilig menning, Telefonskipan, Samleiki ella identitetur, Netskipan, Felags journalir, Journalisering, Hølisviðurskifti, Heimasíða, Felags heimasíða, Intranet, Strategi, Arbeiðsbýti, Fakligir spurningar, Lóggáva, Hølisviðurskifti, Totalview, Hvalastøðin við áir, Verkætlanin um Koltur, Kirkjubømúrurin, Serligar verkætlanir, 33 fundafrágreiðing avmyndar ongantíð alt tað, sum fer fram á einum fundi, men ofta bert niðurstøðurnar, Fundirnir høvdu ta funktión, at allir deildarleiðararnir komu at verða kunnaðir um tað, sum fór fram á deildunum, hóast tað ikki altíð hevði teirra beinleiðis áhuga, tí tað ikki hevði við egna deild at gera. Leiðslufundirnir hava bæði eina ráðgevandi funktión og eina kunnandi funktión, tað veri seg frá í neðra í skipanini og uppeftir og frá í erva í skipanini og niðureftir. í hesum sambandi hevði ikki verið annað væntandi, enn at deildarleiðslurnar høvdu líknandi fundir á deildunum, fast ella eftir tørvi. Tað tykist at vera so á summum deildum, men ikki á øllum. Tað veldst sjálvandi um leiðslustíl og tað dagliga samskiftið við starvsfólkið. Ongin løn til stjóra á Søvnum Landsins Tað er ein sannroynd allastaðni, at samanleggingar kosta í fyrstu atløgu, áðrenn yvirlit fæst yvir, hvørjar tillagingar kunnu gerast í eini nýggjari skipan, og hvørjar sparingar síðani kunnu verða framdar. Søvnum Landsins varð í álitinum frá 2009 lovað ein eykajáttan upp á 1,3 mió. kr. til stjóraløn, fulltrúa og skrivstovuhald til yvirskipaðu fyrisitingina og til at fíggja samanleggingina.Tað lyftið varð ikki hildið, tí løgtingið vildi ikki játta upphæddina, sjálvt um Mentamálaráðið søkti um hana.80 Við tí varð longu vikið frá tí, sum varð borið fram í álitinum frá 2009. Serliga hjá Fornminnissavninum endurtók søgan seg. Tí tað skuldi innan fyri teir verandi fíggjarkarmarnar ikki bert finnast løn til stjóran fyri Søvnum Landsins, men eisini til fyrisiting hansara, og onkrastaðni skuldi tað takast. Sum nevnt, so hevði nýsetti stjórin fyri Søvnum Landsins verið landsantikvarur og stjóri á Fornminnissavninum frammanundan. Tað starvið stóð ósett, nú hann var vorðin stjóri á Søvnum Landsins. Avgjørt varð ikki at seta tað aftur við tað fyrsta, men nýta lønina til at løna stjóranum fyri Søvnum Landsins.81 Ein av deildarleiðarunum á Fornminnissavninum varð tí fyribils settur at taka sær av leiðsluni á Fornminnissavninum aftrat deildarleiðarastarvinum. Støðan á Fornminnissavninum, tá ið tað kom til leiðslu, var nú aftur júst tann sama, sum hon hevði verið stutt frammanundan, tá ið fløkja var í leiðsluviðurskiftunum á Fornminnissavninum og stjóralønin fór til annað enn hon skuldi. Tað var eitt krav frá Mentamálaráðnum, at tær fyrisitingarligu uppgávurnar hjá søvnunum skuldu leggjast til yvirskipaða Søvn Landsins at umsita. Tað varð loyst á tann hátt, at skrivstovufólkini í umsitingini á Fornminnissavninum vórðu flutt í ta yvirskipaðu fyrisitingina hjá Søvnum Landsins, eins og eitt skrivstovufólk varð flutt frá Náttúrugripasavninum til at vera skrivstovuleiðari á teirri yvirskipaðu fyrisitingini. Skrivstovufólk vóru nú ikki longur á deildunum, uttan eitt roknskaparfólk á Landsbókasavninum. Tað er nú einaferð so, at skrivarin í nógvum førum er eitt slag av hjarta á deildunum, sum fekk alt at hanga saman, bæði inneftir og úteftir. Nú var skrivarin burtur, og tað var ikki gott fyri tey, sum vóru á deildini. At hetta kom at føra til misnøgd á deildunum, átti ikki verið annað enn væntandi. Hetta samstundis sum savnvørðir og onnur fakfólk fingu álagdar fleiri umsitingarligar uppgávur, enn tey í praksis høvdu havt ársfrágreiðingar, Starvsfólkahandbók, Vekslarar, Luttøka á Vísindavøku og savnsfagnaði, Heimasíðubólkur, Starvsfólkamál, Bókasavnsgjald, Goldnar rokningar, sum Havlívfrøðiliga Royndarstøðin hevur sent og ikki fingið pengar, umframt nógv annað.80 Samrøða við deildarleiðaran fyri Mentanardeildini, Martin Næs, 7. november 2016. Løgtingið søkti eisini um hesa upphædd aftaná, verður upplýst. 81 Hetta hevði ikki kunnað latið seg gjørt, um stjórin fyri Søvnum Landsins kom uttanifrá, tí so hevði verið neyðugt at útvega honum løn á annan hátt. 34 frammanundan. Tað vóru tey ikki von við og tímdu tað heldur ikki, tey vildu fyrst og fremst sleppa at arbeiða fakliga, tí tað vóru tey von við. Tað fyrisitingarliga gjørdi skrivarin. Síðani Søvn Landsins eru farin at virka sum ein eind, eru komnar fleiri uppgávur aftrat at umsita og taka sær av, eitt nú lógin um mentanarsøgulig skip í 2003,82 verkætlanin kring Hvalastøðina við áir í 2011 og umsitingin av Koltri í 2014. Skrásetingar-, eftirlits- og samskiftiskipanir Skrásetingarskipanir eru týðandi amboð hjá øllum søvnum, men skipanir eru ikki tær somu fyri bókasøvn, skjalasøvn og museum. Føroya Landsbókasavn hevur eina fakliga telduskrásetingarskipan, sum eitur Aleph, ið var sett í verk, áðrenn skipanin av Søvnum Landsins. Føroya Landsskjalasavn hevur eina fakliga telduskrásetingarskipan Asta, sum var sett í verk áðrenn skipan av Søvnum Landsins. Føroya Fornminnissavn hevur eina fakliga telduskrásetingarskipan, sum eitur RegFo, sum var sett í verk áðrenn skipan av Søvnum Landsins, so her er einki broytt eftir samanleggingina. Náttúrugripasavnið hevur hinvegin ikki havt nakra telduskrásetingarskipan, men tey arbeiða í samstarvi við skandinavisk náttúrugripasøvn at menna sína egnu telduskrásetingarskipan við støði í eini grundskipan, sum eitur Specify. Skrásetingarskipanirnar tykjast kortini ikki at hava skapt stórvegis trupulleika í sambandi við samanleggingina, øðrvísi var við teimum eftirlitsskipanum, ið eftir kravi frá ráðunum komu at verða settar í gildi, so alt, sum fer fram á stovnum, kann verða skrásett, so grannskoðanarligt eftirlit skal kunna havast við tí, sum fer fram. Føroya Fornminnissavn fór úr Traðarnetinum, sum bant stovnarnar á Debesartrøð saman, og fór upp í Landsnet í 2006. Við samanleggingina varð skipanin sett í verk fyri allar deildir á Søvnum Landsins í januar 2012. Føroya Fornminnissavn fekk eina Totalview tíðarskrásetingarskipan í apríl 2006, og eftir samanleggingina varð hon sett í verk fyri allar deildir á Søvnum Landsins í januar 2012. Tvey ár frammanundan, í 2010, hevði Føroya Fornminnissavn fingið sær journalskipanina 360°, og við samanleggingingini kom henda journalskipan at vera galdandi fyri allar deildirnar á Søvnum Landsins. Um somu tíð fingu allar deildir á Søvnum Landsins eisini somu roknskaparskipan eftir leiðbeining frá Gjaldstovuni. Stjórin setti somuleiðis í verk felags telefonskipan, felags bókhaldsskipan, felags roknskaparreglur, felags starvsfólkahandbók, felags trygdarskipanir og okkurt annað við. Alt eftir yvirskipaðum krøvum frá ráðum landsins.. Frammanundan høvdu stovnarnir havt sínar egnu heimasíður, men í 2012 varð gjørd ein felags heimasíða fyri Søvn Landsins, og hinar heimasíðurnar vórðu niðurlagdar, og tað hevur víst seg at skapa stóra misnøgd, helst tí at tað ikki hevur verið møguleiki fyri at seta nóg stóra orka til at røkja, dagføra og redigera ta felags heimasíðuna. Eisini tykjast at vera rættiliga ymiskar uppfatanir av, nær ein heimasíða er góð ella ikki. Umsitingin av heimasíðuni kom at fella á stjóran sjálvan, tí tað tyktust ikki at vera onnur fólk til tað. Tað var ikki so gott, og tað átti hann ikki at átikið sær, tí hansara leiklutur var ikki at framleiða, men at 82 Løgtingslóg nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip. 35 leiða, og hetta mistak kom tí at fella á hann sjálvan, sjálvt um hann uttan iva hevði roynt at gera sítt besta. Fyri nógv fólk á Søvnum Landsins kom alt hetta nýggja, sum tey bæði skuldu læra at brúka og taka støðu til, at føra til ávísa misnøgd, tí her var so nógv nýtt, ið lærast skuldi, serliga hjá teimum sum høvdu fáar royndir í slíkum og tí kendu hetta nýggja sum sera órógvandi í dagliga virksemi teirra, sum tað eisini sæst í bæði kærutilfarinum og í samrøðunum við starvsfólkini. Hølisviðurskiftini Teir stovnar, sum eru lagdir saman í Søvn Landsins, hava áður hildið til og halda enn til á fleiri bústøðum. Djóradeildin hjá Náttúrugripasavninum helt til í einum fyrrverandi sethúsum í Fútalag. í 2011 vóru húsini hildin at vera í so ringum standi, at mett varð, at tað ikki loysti seg at umvæla tey, og vórðu tey tí seld. Starvsfólkini fluttu í høli hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð, ið vóru bráðfeingis umvæld til endamálið. Veturin 2012-13 vórðu framsýningarnar hjá Náttúrugripasavninum og Fornminnissavninum settar upp saman í framsýningarhølinum í Brekkutúni í Hoyvík, og savnslærarin á Náttúrugripasavninum fekk nú arbeiðsstað á Fornminnissavninum, meðan restin av starvsfólkunum á Náttúrugripasavninum framvegis hildu til á Debesartrøð. Eingin broyting er hend í hølisviðurskiftunum hjá Landsbókasavninum og Landsskjalasavninum, aftan á at tey eru vorðin partar í Søvnum Landsins. Eitt uppskot varð lagt fram um, at økið í Niðaru Hoydølum, nú Studentaskúlin skuldi flyta í Glasir, skuldi setast av til Søvn Landsins. Ein heildarætlan varð gjørd fyri nýtsluna av teimum bygningum, sum eru, og peningur skuldi setast av til eitt skitsuprosjekt til nýggja framsýningarhøll. Alt museumsvirksemið hjá Søvnum Landsins skuldi kunna verða flutt hagar, kortini so, at húsini í Brekkutúni framhaldandi skuldu vera høvuðsgoymsla, tá ið framsýningarnar vóru fluttar í ta nýggju framsýningarhøllina í Niðaru Hoydølum, sum skal byggjast sum nýbygningur, men í skrivandi løtu er ikki nakað at frætta um, hvussu tað kemur at verða, so enn er alt um høli hjá Søvnum Landsins ógvuliga óvist. Hetta hevur ikki minst týdning, tí eitt, sum øll gleddu seg til, var at fáa ein felags verkstað til uppgávurnar hjá Søvnum Landsins í síni heild, men høli til tað hevur tað ikki eydnast at fáa enn. Tikið samanum, so var støðan, tá ið tað kom til høli, í høvuðsheitum næstan tann sama í 2016, sum hon var áðrenn samanleggingina. Arbeiðið við eini nýggjari skipan Eitt annað stórt mál, sum stjórin arbeiddi við og sum hann í øllum førum javnan kunnaði leiðslubólkin um, var ein nýggjur strukturur ella ein nýggj skipan fyri Søvn Landsins, sum hann hevði arbeitt við í 2012, og sum hann eisini kunnaði Mentamálaráðið um.83 Svarið frá Mentamálaráðnum í januar 2013 var, at ráðið tók undir við ætlanunum og ynskti at fremja ætlanina so skjótt sum gjørligt og so hvørt fígging loyvir tí. Ætlanin bar í sær, at stjórin undir sær hevði eina yvirskipaða fyrisiting av øllum savnsøkinum og eina serliga antikvariska fyrisiting at taka sær av antikvariskum og øðrum myndugleikauppgávum. Hin parturin av virkseminum á Søvnum Landsins skuldi verða skipaður í tríggjar høvuðseindir: 83 Hetta sæst í í teunumi umleið 45 fundarfrágreiðingunum frá leilslufundunum... 36 bókasavnsvirksemi, skjalasavnsvirksemi og musealt virksemi, sum lýst í myndini niðanfyri. Størstu broytingarnar í hesi skipan eru, at Fornminnissavnið og Nátturugripasavnið verða løgd saman í eina museala eind. Hin er, at tann antikvariski myndugleikin og umsitingin av løgtingslógunum um friðan av fornminnum og bygningum, fornminnum í sjónum og um mentanarsøgulig skip, sum higartil umsitingarliga hevur verið býtt sundur millum fornfrøðideildina, bygningadeildina og fólkalívsdeildina, nú koma at verða løgd í eina eind fyri seg. Við hesum vildi komið ein greiðari skilnaður millum antikvariskar og musealar uppgávur, so at tann antikvariska skal byggja á faklig tilmæli frá fakfólkunum á Søvnum Landsins, men at avgreiðslan av myndugleikauppgávunum verður samskipað í teirri antikvarisku umsitingini. Henda skipan merkir í stuttum  at Landsbókasavnið og Landsskjalasavnið halda fram sum tær savnseindir, tær frammanundan eru,  at deildirnar Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið verða lagdar saman í eina deild nevnd navnið Tjóðsavn varð skotið upp,  at starvsfólk á deildini skuldu hava felags starvsstað í Hoyvík, og  at antikvariska fyrisitingin skuldi skipast sum stápseind undir Søvnum Landsins, ið fær heitið Landsantikvarurin. 37 Stjóri Fyrisiting Antikvarisk umsiting Bókasavnsvirksemi Skjalasavnsvirksemi Musealt virksemi Hoyringsfundurin Uppskotið varð lagt fram á hoyringsfundi 5. mars 2013. Leiðararnir á Landsskjalasavninum og Landsbókasavninum tóku yvirhøvur undir við teirri skipan, sum var í uppskoti, men hoyringsskrivini frá Náttúrugripasavninum og frá Fornminnissavninum vóru rættiliga ivasom um tað, sum varð skotið upp, og her drógu fólk ikki somu línu. Organisatiónssálarfrøðingurin Helgi Rasmussen sigur, at tá ið hann arbeiðir sum konsulentur, so tekur hann støði í,at medferðin er stýrd av  tí tilvitaða, sum merkir, at menniskju vita, hvat tey gera og hví tey gera tað  tí ótilvitaða, sum eru tilburðir, vit hava skotrað burtur, men sum framvegis stýra einum parti av okkara medferð  eini mentan, tað er normum, vanum og siðvenjum, sum eru partar av tí felagsskapi, sum samfelagið er bygt á.84 Tað er tað, sum hann nevnir subliminal mynstur ella ótilvitað mynstur, og sum merkir at eingin atburður er tilvildarligur, hóast hann kann tykjast so. Tankin er, at tað, vit í uppvøkstri okkara hava skotrað burtur niður í ta ótilvitaða, ávirkar atburðin. Tað merkir at ein partur av gerðunum verða stýrdar av royndum, sum eru virknar, tí ótilvitið minnist, hóast tilvitið ikki veit, at vit minnast tað. Hann vísir eisini á at sublimal mynstur, tað er sermerkt fyri tað ótilvitaða, at tað í øllum ókendum umstøðum sær teir partar, sum tað heldur seg bera kenslu á, sum vóru teir tekin. Hetta kunnu vera ávaringartekin um, at onkur vánalig uppliving er um at endurtaka seg. Teir kunnu eisini metast sum trygt. í báðum førum verður tað ókenda viðfarið, sum var tað kent.85 Her skulu hoyringssvarini lýsast nærri. Leiðarin á Fornminnissavninum Setti leiðarin á Fornminnissavninum Símun V. Arge var misnøgdur við mentanarpolitikkin á savnsøkinum í síni heild og helt, at savnsøki verða heldur niðurlagað enn ment í politiska baklandi okkara, hóast nakrar dagføringar. Hann var eisini dapurskygdur um granskingarmøguleikarnar á Fornminnissavninum og eitt samstarv við og um eina fakliga meting av savnvørðunum: Intentiónin er fyri so vítt í lagi. Men tað er sera ivasamt, hvørt samanhangur er í ætlanini, hóast samanlegging, so eru ikki útlit fyri nakrari stórari broyting í gerandisdegnum næstu mongu árini á tí, sum er ætlað at eita Tjóðsavnið. Vegna tungu byrðuna av mongu uppgávunum í vísindastørvunum, har granskingin átti at havt høgan prioritet, hevur júst spurningurin um at sleppa til at granska í starvi sínum víst seg at vera sera trupul, fíggingin minkar, arbeiðsuppgávurnar økjast og tey starvsfólk, ið skulu loysa 84 Rasmussen 2016, 12.85 Rasmussen 2016, 13. Sitatið eigur psykoanalytikarin P. Casement 1987: Lyt til patienten. Hans Reitzels Forlag, København. 38 arbeiðsuppgávurnar, eru tey somu, og ongi útlit eru fyri, at talið av teimum fer at vaksa í nærmastu framtíð.86 Símun V. Arge hevði ikki tað stóra álitið á samanleggingarháttinum, serliga tá ið hugsað varð um, at tað skuldi vera so skjótt sum gjørligt, og so hvørt fíggingin loyvir tí.... Ein fær ta fatan, at samanlegging ikki er hjartamál hjá landsstýrismanninum ikki eins og tá samanleggingarætlanin varð løgd fram fyri starvsfólkunum á felags starvsfólkafundinum í Norðurlandahúsunum á sinni. Tá varð sagt ella ein fekk í hvussu so er ta fatan at alt var greitt og skuldi fara fram eftir bókini! Nú tykist vend at vera komin í ella hvussu?87 Hann helt ikki, at hugskotið at skipa Fornminnissavnið og Nátturugripasavnið saman í eina fakeind, eitt tjóðsavn, var sambært álitinum frá 2009, har tað varð lovað, at stovnarnir ikki skuldu missa sín fakliga identitet. Hann helt heldur ikki, at grundgevingin var nóg góð fyri, at núverandi fornfrøðideildin skal bera heitið Eldri tíð í mun til Yngri tíð, sum er núverandi fólkalívsdeildin. Við hesum fellur fakliga heitið burtur. Hann helt ikki, at hesi heiti bóru nóg greiðan boðskap um tað, sum fornfrøðideildin fæst við, tí fornfrøðideildin ella fornfrøðiliga virksemið fevnir ikki bert um tað, ið her verður nevnt Eldri tíð. Fornfrøðiliga virksemið umfatar eisini tíðarskeiðini aftan á trúbótina, heilt fram at okkara døgum, alt eftir hvørjum tíðarskeiði objektið, ið rannsakað verður, er frá. Hann vil tí halda fast um heitini Fornfrøðideild og Fólkalívsdeild, og er hann eisini sera ivasamur um, hvat slag av fólki skal setast sum leiðari á Tjóðsavninum: Tað vera nógv ymisk fakøki hjá viðkomandi at arbeiða við. Krøvini til hetta starv mugu væntast at vera sera høg bæði tá hugsað verður um musealar eins og granskingarligar royndir og førleikar, og hann ivast eisini stórliga í, um eitt nýtt starv fer at gera tað út fyri deildarleiðarastørvini, og hann hevur ilt við at síggja, hvussu tað starvið fer at menna fakliga innihaldið á fakeindini.88 Eisini er hann ivasamur um tað rætta í at leggja tað antikvariska virksemið fyri seg í ein fakdepil undir stjóranum á Søvnum Landsins við heitinum Landsantikvarurin, tá ið hetta hevur við sær, at øll bygningadeildin á Fornminnissavninum, arkitektur og savnshjálpari nú verða flutt inn í antikvariska fakdepilin, eins og annar fornfrøðingurin á fornfrøðideildini á Fornminnissavninum verður fluttur í fakdepilin ... samanlegging í sjálvum sær broytir ikki uppá innihaldið í arbeiðsuppgávunum. Soleiðis sum umstøðurnar eru at loysa tey antikvarisku málini samanborið við útlitini fyri øktari fígging við atliti at øktari manning, verða starvsfólkini, ið loysa skulu hesar uppgávur, tey somu. Hann dugdi heldur ikki at síggja, at samstarvsspurningurin í teirri nýggju antikvarisku skipanini var nóg væl lýstur, og spyr tí,fer fornfrøðiliga antikvariska viðgerðin nú í fleiri førum at fara fram á tveimum støðum ein á antikvariska fakdeplinum, og hin fer at fara fram undir museala virkseminum, alt eftir hvør uppgávan og málið er ... hvør tekur neyðugar avgerðir, uppgávubýtið hvussu skal arbeiðið fara fram reint praktiskt til dagligt. Hvør stingur fakliga 86 Viðmerkingar til hoyringsskrivið lagt fram á fundi 5. mars 2013: Ætlan um skipan á Søvnum Landsins til hoyringar. Símun V. Arge.87 Viðmerkingar til hoyringsskrivið lagt fram á fundi 5. mars 2013. Viðmerkingar til hoyringsskrivið: Ætlan um skipan á Søvnum Landsins til hoyringar. Símun V. Arge. 88 Viðmerkingar til hoyringsskrivið lagt fram á fundi 5. mars 2013. Viðmerkingar til hoyringsskrivið: Ætlan um skipan á Søvnum Landsins til hoyringar. Símun V. Arge. 39 virksemið og menningina út í kortið? Og hvør skipar fyri samskiftinum millum hesar so neyvt knýttu eindir og fornfrøðiliga virksemi tess á Søvnum Landsins?? ... Mannagongdir og skyldur skulu verða orðaðar, tí nýggja skipanin tykist ikki lætta um tætta samstarvið, ið altíð hevur verið. Hann sær fyri sær, at tað verður leiðarin fyri Tjóðsavnið, sum kemur at vera millumliður ímillum fornfrøðiliga antikvarin og fornfrøðingin á musealu eindini! Ikki er vist at hetta er heppið í sambandi við málsviðgerðirnar fleiri liðir, meira bureukrati!... Tætta sambandið, ið hevur verið millum at arbeiða antikvariskt og musealt, hevur verið av avgerandi týdningi fyri menningina á fornfrøðideildini og starvsfólk tess... Av tí at útlitini fyri øktari fíggjarorku er ongin, fara starvsfólkini, ið skulu loysa antikvarisku arbeiðsuppgávurnar, at vera tey somu fleiri ár framyvir. Hann vísir eisini á, at av tí at fíggjarligu umstøðurnar at fáa sett ein leiðara á Tjóðsavnið ikki eru tær bestu, skal stjórin fyri Søvnum Landsins í eini fyribilsskipan røkja savnsleiðarastarvið á Tjóðsavninum, og hann heldur, at tað er bæði ógreitt og ikki nøktandi. Hví so seta í verk eina tilgongd, ið eingin vissa og fíggjarligt grundarlag er fyri? Niðurstøðan hjá Símun V. Arge er soleiðis greið longu í 2013, samanleggingin skal steðga, í hvussu so er fyribils.89 Leiðarin á Náttúrugripasavninum Setti leiðarin fyri Náttúrugripasavninum Anna Maria Fosaa, saknar í sínum viðmerkingum nóg góðar grundgevingar fyri samanleggingini, og hon ber ótta fyri, at nýggja skipanin fer at gera umstøðurnar verri á ávísum økjum, tí hon heldur, at eindir verða lagdar saman, sum einki hava til felags, at eitt eyka umsitingarlið verður sett afturat, at eingin vissa er fyri, at hølisviðurskiftini ikki fara at versna, og at uppskotið til skipan hevur ongi uppskot til lógarbroytingar, og tí er í stríð við galdandi lóg. Hon er sera ivasom um hugskotið at leggja Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið saman í eitt tjóðsavn, tí hon heldur ikki, at tað styrkir tær fakligu eindirnar, tí vit hava einki fakligt samband, tá framsýningar og umsiting eru tikin burturúr. Hon heldur eisini, at ein slík skipan er í andsøgn við varðveitingina av samleikanum hjá teimum gomlu stovnunum. At býta hjálparfólkini út við savnsvørðir, heldur hon ikki vera rætt, men mælir til, at tey ganga inn í eina pulju, sum verður koordinerað av eini fakligari leiðslu, og hon vísir á, at tjóðsøvn aðrastaðni ikki fevna um náttúruvísindalig søvn, men bert fevna um mentanarsøgulig søvn. Hon setur eisini spurning við, hvørjar førleikar ein møguligur leiðari á tjóðsavninum skal hava, tí um hann ella hon skal hava granskingarførleika, verður tað trupult at finna ein persónvið granskingarførleika bæði í nátturu- og fornminnisøkinum. Anna Maria Fosaa hevur heldur onki álit á, at hølisviðurskiftini verða betri í bræði, og mælir til at bíða við samanleggingini til at í hvussu so er eitt skitsuprojekt er komið á borðið, har eisini starvsfólkini á stovninum hava verið uppií. Hon ivast eisini í, um skipanin er í samsvari við galdandi lóg, og hon mælir ikki til at nýggj skipan verður sett í verk, uttan so, at full trygd er fyri, at 89 Viðmerkingar til hoyringsskrivið lagt fram á fundi 5. mars 2013: Viðmerkingar til hoyringsskrivið: Ætlan um skipan á Søvnum Landsins til hoyringar. Símun V. Arge. 40 neyðugar játtanir og hølisviðurskifti eru tøk. Fyrr enn henda tilætlanargongd er fullfíggjað, verður mælt til so fáar broytingar sum gjørligt, so at broytingarnar ikki fara at bróta niður tær smáu og viðbreknu fakligu eindirnar, sum eru bygdar upp ta tíðina NGS hevur verið til.90 *í frágreiðing síni til Mentamálaráðið hevur stjórin fyri Søvnum Landsins sjálvur tikið saman um tær kritisku viðmerkingarnar soleiðis: Setti leiðarin á Náttúrugripasavninum metti m.a.  at ætlanin um Tjóðsavn er ein týðandi broyting fyri NGS, uttan at nakrar grundgevingar eru fyri, at tær fara at bøta um umstøðurnar, harundir  at einki verður sagt um fakligar førleikar hjá leiðaranum á Tjóðsavninum, harundir at um hann skal vera ein granskingarleiðari, eigur hann at hava granskingarførleika bæði á náttúrufrøðiliga og mentanarfrøðiliga økinum, og at hesin leiðari tí einans kann verða eitt eyka umsitingarligt lið millum fakfólk á leiðslu á SL.  at eingin vissa er fyri, at hølisviðurskiftini ikki versna, harundir at øll starvsfólk á NGS Tórshavn og FORN eiga at vera við til at gjøgnumganga tørvin hjá virkseminum, áðrenn tað ber til at flyta NGS Tórshavn til Hoyvíkar, tí annars er vandi fyri, at verandi ringu viðurskiftini hjá NGS Tórshavn verða uppaftur verri.  at ætlanin er í stríð við galdandi løgtingslóg um Náttúrugripasavn og Fornminnissavn.  at starvsfólk á NGS og FORN eiga at kenna komandi arbeiðsumstøður og hava møguleika at ávirka hesa gongd.  at eingin nýggj skipan eigur at verða sett í verk uttan so, at full trygd er fyri, at neyðugar játtanir og hølisviðurskifti eru tøk, harundir at ætlanartilgongdin eigur at vera fullfíggjað, áðrenn broytingar verða gjørdar. Setti leiðarin á Fornminnissavninum metti m.a.  at tað undrar, at lóggávuverkið ikki er dagført samsvarandi ætlanunum í álitinum frá 2009, harundir at illa ber til at síggja, at farið er undir tann miðvísa mentanarpolitikkin, ið skotin varð upp í álitinum frá 2009.  at yvirskipað samstarv eigur at verða niðurtónað til umstøðurnar hjá tí fakliga virkseminum á museala økinum eru vorðnar nøktandi.  at tikið verður undir við, at kunningar- og tøkniliga eindin verður skipað sum ein stápseind í tí museala virkseminum.  at ein fyritreyt fyri ætlanini í 2. stigi um at skipa granskingarstørv eftir universitetsskipan er, at vísindastarvsfólk fáa tíð til 90 Viðmerkingar til hoyringsskrivið lagt fram á fundi 5. mars 2013: Ætlan um skipan av søvnum Landsins, skjal dagfest 5. februar 2013. Viðmerkingar frá Onnu Mariu Fosaa, leiðara á Náttúrugripasavninum.. 41 42 gransking, og hetta samsvarar ikki við gerandisdagin í dag, har fyrisitingarliga arbeiðsuppgávan ikki loyvir avseting av tíð til gransking.  at fráboðanin frá landsstýrismanninum um 2. stig, at tað skal fremjast so skjótt sum gjørligt og so hvørt fígging loyvir tí, ikki bendir á, at samanleggingin er eitt hjartamál í politisku skipanini.  at skipan av Tjóðsavni ikki er í samsvari við álitið 2009, har tað á bls. 12 verður sagt, at stovnarnir, sum nú eru, verða fakligar eindir. Dentur verður lagdur á, at teir ikki missa sín fakliga samleika hóast samskipanina.  at tað tykist ógreitt, hvat endamálið er við at umskipa nøvn á ábyrgdarøkjum hjá savnvørðum í tí museala virkseminum, serliga frá fornfrøðideild til eldri tíð og fólkalívsdeild til yngri tíð, tí broyttu nøvnini sipa ikki til vísindalig fak.  at einki verður sagt um fakligar førleikar hjá leiðaranum á Tjóðsavninum, harundir at einki verður sagt um, hvar starvsstaðurin hjá leiðaranum á Tjóðsavninum skal vera.  at ætlanin um skipan av stápseindini Landsantikvarurin samsvarar við tørvin í dagsins samfelag at sjónliggera hesa embætisfunktión og á greiðan hátt skilir antikvariska virksemið frá tí museala virkseminum, har embætisfunktiónin er staðsett í verandi skipan, hetta kortini við teirri viðmerking, eins og sagt verður í ætlanini,  at neyðugt er við tøttum samstarvi millum antikvariska og museala virksemið.  at neyðugt er at útgreina, hvussu hetta samstarv skal fara fram millum stápseind og musealt virksemi umvegis ein leiðara á Tjóðsavninum.  at fakdeildin eldri tíð sambært álitinum ikki longur hevur ein fakligan leiðara.  at umskipanin harvið neyvan hevur nakrar broytingar við sær í verandi starvsskipan.  at tað er ivasamt, hví umskipanin skal setast í verk, um fígging ikki er at seta ein leiðara fyri Tjóðsavnið, soleiðis at tað skal vera stjórin á Søvnum Landsins, sum fyribils eisini verður leiðari á Tjóðsavninum.  at ein kann undrast yvir, hví ætlanin ikki hevur verið løgd fyri leiðslubólkin fyrr enn nú, vísandi til, at ætlanarskrivið í stórum endurgevur álitið frá 2009, harundir at tað er óskilligt, hví álagt er leiðslubólkinum ikki at viðgera ætlanina saman við starvsfólkunum í framhaldi av samanleggingarfundunum, sum Mentamálaráðið hevði í Norðurlandahúsinum, hetta vísandi til álitið, har mælt varð til, at broytingarnar til framtíðar bygnað verða viðgjørdar lagaliga og mennast líðandi við innanhýsis semju, og at stigvísa tilgongdin í ætlanini, sum longu hevur varað 2 ár, skapar ótryggleika hjá starvsfólkunum, sum ikki eru kunnað um hana.  at áheitanin til MMR í Norðurlandahúsinum um, at samanleggingin fór at kosta, ikki er tikin til eftirtektar, og at tað tí eigur at verða umhugsað at útseta samanleggingina.  at ætlanin tykist vera framd grundað á fyrisitingarlig atlit heldur enn faklig, og at hetta ikki er í samsvari við málið sambært álitinum 2009.91 Stjórin fyri Søvnum Landsins leggur afturat í frágreiðing síni til Mentamálaráði, at hesi hvøssu aftursvarini høvdu við sær, at dialogurin steðgaði, og hóast tað fleiri ferðir í 2013 varð roynt at taka spurningarnar upp aftur til nýggja viðgerð, eydnaðist tað ikki. ístaðin varð orkan løgd í endurskoðan av lóggávu.92 Sum vit skula síggja aðrastaðni í hesi eftirmeting, halda hvørki setti leiðarin á Fornminnissavninum ella setti leiðarin á Náttúrugripasavninum, at talan var um hvøss aftursvar, men heldur um viðmerkingar, ið áttu at takast við upp í orðaskiftið, tá ið ein nýggj skipan skuldi gerast, men tað skal tað verða vent aftur til. 91 Stutt greining av samanleggingartilgongdini higartil. 15. februar 2015. J.nr. 12/00256-29. AM. 92 Stutt greining av samanleggingartilgongdini higartil. 15. februar 2015. J.nr. 12/00256-29. AM. 43 Lóggávuarbeiði og hoyring Fyri aftur at taka burtur úr frágreiðingini hjá stjóranum fyri Søvnum Landsins til Mentamálaráðið, so sigur hann, at Ein høvuðsatfinning í andmælunum ímóti ætlanini um bygnað á Søvnum Landsins frá 2013 var, at ætlanin var í stríð við galdandi savnslógir. Hetta gjørdi, at Mentamálaráðið í 2013 og 2014 fór undir endurskoðan av lógunum, sum Søvn Landsins umsita og virka eftir. Fyri at tryggja, at starvsfólk vórðu hoyrd, legði aðalráðið seg eftir at inndraga tey tíðliga í tilgongdini, og lagt varð stórætlað til brots. Farið varð undir at endurskoða allar lógirnar, bæði á bókasavnsøkinum, skjalasavnsøkinum, tí antikvariska økinum og tí museala økinum, lógaruppkast vórðu orðað og arbeiðsbólkar settir. Eitt úrslit spurdist burturúr, nevniliga uppskot um nýggja savnslóg, sum skuldi koma í staðin fyri lógirnar um fornminnissavn, náttúrugripasavn og bygdasøvn, og skuldi leggjast fyri løgtingið um várið 2015. Men summarferia kom í vegin, síðan var løgtingsval, nýggj samgonga skipað, sum m.a. setti sær sum mál, at Søvn Landsins skulu endurskoðast, og enn er lagnan hjá lógaruppskotinum um savnslóg óviss.93 Tað, sum konkret kom burtur úr hesum arbeiði, vóru uppskot til tvær lógir, sum vóru Uppskot til løgtingslóg um Søvn landsins og broytingar í ymiskum løgtingslógum á savnsøkinum og Uppskot til løgtingslóg um musealt virksemi (Museumslógin).94 Hoyringssvar til lógaruppskotini Lógaruppskotini vórðu send til hoyringar hjá teimum pørtum, sum høvdu áhuga í teimum. Her skulu bert tær viðmerkingar viðgerast, sum hava týdning fyri eftirmetingina av Søvnum Landsins. Viðmerkingarnar ella hoyringssvarini eru frá januar og februar 2014. Býarbókavørðurin Arnbjørn ó. Dalsgarð Býarbókavørðurin, sum eisini hevði arbeitt á Landsbókasavninum, Arnbjørn ó. Dalsgarð, heldur, atNýggi stovnurin Søvn Landsins hevur sum høvuðsuppgávu at reka musealt virksemi, meðan museala virksemið hjá bókasøvnum serstakliga fólkabókasøvnum er at kalla onki. Høvuðsuppgávan hjá bókasøvnum er ikki at savna og varðveita, men at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi.95 Tað fellur honum illa, at lógaruppskotið gevur fólki ta fatan at Føroya Landsbókasavn við hesum verður niðurlagt sum sjálvstøðugur stovnur, ið varðar av bókasavnsøkinum í Føroyum. Um hetta er ætlanin, vilja vit staðiliga mótmæla tí. Honum líkar heldur ikki, at orðið savnsmyndugleiki kemur í staðin fyri heitið landsbókavørður, tí Vit halda tað vera óheppið og spell, at starvsheitið landsbókavørður hvørvur. Landsbókavørðurin skal vera útbúgvin bókavørður, heldur hann. Hann undrast eisini á, hví bókasavnsvirksemið er komið undir mentanararv og náttúruarv, tí bókasavnsvirksemi er øki fyri seg, sum ikki eigur 93 Stutt greining av samanleggingartilgongdini higartil. 15. februar 2015. J.nr. 12/00256-29. AM. 94 Uppskotini til lógir eru hjáløgd sum fylgiskjøl.95 Arnbjørn ó. Dalsgarð 3. februar 2014. 44 at vera lagt undir onnur øki, eins og bókasavnsvirksemi í altjóða høpi er sjálvstøðugt øki, skipað undir altjóða bókasavnsfelagsskapinum IFLA. Vit seta eisini spurning við, um henda nýggja áseting er í samsvari við altjóða ásetingar og reglur um bókasøvn. Eru neyðugar kanningar gjørdar hesum viðvíkjandi? spyr hann. Eisini heldur hann, at Landsbókasavnið skal hava eina handritadeild, tí tað er vanligt at tjóðbókasøvn hava eina handritadeild.96 Leiðarin á Landsbókasavninum Erhard Jacobsen Hesum er Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, samdur í. Navnið Landsbókasavnið skal varðveitast sum ein staðfest deild, tí tað hevur týdning fyri tann fakliga samleikan hjá teimum, sum starvast har. Vit eiga ikki at avtaka okkara tjóðbókasavn sum stovn, áðrenn onnur lond eru farin at gera tað sama... Ein avgerandi treyt fyri at samanleggingar skulu eydnast, er, at samanlagda eindin verður ment fyrisitingarliga at røkja nýggjar íkomnar uppgávur, og at fyrilit verða tikin, so at fakligu eindirnar verða virdar og raðfestar og eisini kunnu mennast í tráð við tíðarinnar krøv.97 Hann heldur ikki, at tað skal vera stjórin fyri Søvnum Landsins, ið saman við landsstýrisfólkinum skal koma at gera av, hvussu virksemið og skipanin á stovninum skal koma at verða, tað skal vera felt niður í sjálvt lógarverkið, heldur hann. Anna Maria Fosaa, savnvørður á Náttúrugripasavninum Anna Maria Fosaa, savnvørður á Náttúrugripasavninum, vísir á, at virksemið hjá Náttúrugripasavninum ikki bert kann lýsast sum náttúruarvur, tí virksemið har er nógv breiðari og at samleikin Náttúrugripasavn skal varðveitast. Fyri at tryggja fakligleikan á samanlagda stovninum metir hon, at tað er umráðandi, at eitt fakligt ráð, umboðandi øll starvsfólkini, er vit til at gera og góðkenna bygnaðin. Hon mælir til, at ein tvørlýsing verður gjørd av lógargrundarlagnum, áðrenn sigast kann, at broytingin ongar fíggjarligar avleiðingar hevur fyri landið. Sum heild eru vit starvsfólk sannførd um, at gamla skipanin við fimm sjálvstøðugum eindum virkar betur.98 Henni tykist eisini, at virksemið hjá Náttúrugripasavninum í ávísum førum kemur at verða víðkað, uttan at tað sæst, hvat tað kemur at kosta. Hesum skal greiði fáast á, áðrenn nakað verður broytt, og hon heldur ikki, at tað styrkir tær fakligu eindirnar at leggja virksemið hjá náttúrufrøðingum og fornfrøðingum saman. Tað er einki fakligt samband millum eindirnar, tá framsýningar og umsiting longu eru tikin burturúr. Uppskotið er beinleiðis í andsøgn við nevnda álit, sum nevnir, at samleikin hjá teimum einstøku stovnunum skal varðveitast. Vit meta, at tað kann gerast eitt afturstig fyri gransking av tí føroysku náttúruni, at henda skal samskipast við gransking innan fornfrøði. Fakøkini arbeiða upp á heilt ymiskar mátar, og vandin er, at týðandi orka fer til at fyrihalda seg til fakøki, ið ikki hava við náttúru at gera. Tað er harmiligt, at heiti Føroya Náttúrugripasavn, ið hevur virkað í nærum seksti ár, ikki er til. Tey lond, ið vit sammeta okkum við, hava varðveitt og styrkt síni náttúrugripasøvn. Arbeiðið við at verja tað lívfrøðiliga margfaldið 96 Arnbjørn ó. Dalsgarð 3. februar 2014.97 Erhard Jacobsen 29. januar 2014.98 Tær fimm sjálvstøðugu eindirnar, sum hon hugsar um, eru Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið, Fornminnissavnið, Náttúrugripasavnið og Havlívfrøðiliga Royndarstøðin í Kaldbak. 45 verður uppraðfest, nú avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum byrja at merkjast og sløg doyggja út. Nevnast kann, at Náttúrugripasavnið hevur havt ein týðandi leiklut í sambandi við sáttmálan um lívfrøðiligt margfaldi, millum annað við at ritstjórna bókina Føroya Náttúra. Ilt verður at ímynda sær, at pláss verður fyri tílíkum á einum Tjóðsavni. Harumframt kann nevnast, at Tjóðsøvn í grannalondunum ikki fevna um náttúrugripasøvn, men bert um mentunarsøgulig søvn.99 Tað fakliga hongur uppi í sjálvum bygnaðinum, heldur Anna Maria Fosaa. Fyri at varðveita fakliga dygd er tað umráðandi, at bygnaðurin er so, at fakligar avgerðir liggja hjá avvarðandi fakfólki og ikki leiðsluni.100 Hon heldur ikki, at samanleggingin higartil hevur gjørt fyrisitingina effektivari, at lógarumsitingin er vorðin miðvísari, ella at tað fakliga umhvørvið er styrkt. Fyri gomlu eindirnar hava broytingarnar havt sera óhepnar avleiðingar. Gomlu eindirnar høvdu skrivstovu, sum loysti uppgávur, ið virkaðu savnandi fyri eindina og effektiviseraðu fakliga arbeiðið. Miðsavnaða fyrisitingin hevur tikið burtur leiklutin hjá gomlu skrivstovufólkunum og hevur broytt arbeiðsumstøðurnar, soleiðis at munandi minni orka er til fakarbeiði, samstundis sum miðsavnandi fyrisitingin hevur fingið meira at gera. Fyrisitingin er sostatt ikki vorðin effektivari, men hevur heldur fingið meiri og fleiri reint fyrisitingaruppgávur, meðan fakøkini eru blivin veikari. Sum heild eru vit starvsfólk sannførd um, at gamla skipanin við fimm sjálvstøðugum eindum virkaði betur.101 Símun V. Arge, savnvørður á Fornminnissavninum Símun V. Arge, savnvørður á Fornminnissavninum, harmast í sínum viðmerkingum um, at tá ið gomlu lógirnar um Føroya Fornminnissavn og Føroya Náttúrugripasavn verða settar úr gildi, vil tað siga, at hesir báðir gomlu vitanar- og mentanarstovnar hvørva heilt. Hann tekur eisini upp spurningin um sambandið millum tað antikvariska og tað museala, og leitar aftur til svar sítt til Ætlan um skipan á Søvnum landsins til hoyringar í 2013, har tað kom fram, at ætlanin er at antikvariska virksemið verður lagt í ein fakdepil undir stjóranum. Hetta verður gjørt fyri at týðiliggera skilnaðin millum antikvarisku fyrisitingarligu uppgávuna í mun til musealu granskingar-, varðveitingar- og frálæruuppgávuna í sambandi við mentanararv. Hetta hevur við sær, at øll bygningadeildin á Fornminnissavninum, arkitektur og savnshjálpari, verða flutt inn í antikvariska fakdepilin, eins og annar fornfrøðingurin á fornfrøðideildini á Fornminnissavninum verður fluttur í fakdepilin. Soleiðis sum umstøðurnar eru at loysa antikvarisku málini og við útlitunum fyri øktari fígging við atliti at øktari manning, verða starvsfólkini, ið loysa skulu hesar uppgávur, tey somu. Fram til í dag verða antikvarisku málini viðgjørd og avgreidd á fornfrøðideildini á Fornminnissavninum. Soleiðis sum ætlanirnar eru, fer fornfrøðiliga virksemið tað museala at liggja í sonevnda museala virkseminum við nýggjum deildarleiðara, og tað antikvariska undir yvirordnaða stjóranum. Arbeiðið fer sostatt at vera býtt sundur við nýggjum deildarleiðara ímillum, og tí tykjast viðurskiftini ikki sørt ógreið, tí tað fer alsamt at verða alneyðugt við neyvum samskifti. Hvussu skal hetta samstarv skipast framyvir? Harumframt er fornfrøðiliga arbeiðið ætlað at fara fram í musealu 99 Anna Maria Fosaa 2. februar 2004. 100 Anna Maria Fosaa, 2. februar 2004. 101 Anna Maria Fosaa, 2. februar 2004. 46 eindini uttan tó, at har verður nakar fakligur leiðari, bert sonevndir fakligir kuratorar. útlitini fyri øktari fíggjarorku eru so at siga ongi. Tí fara starvsfólkini, ið skulu loysa antikvarisku og fornfrøðiligu arbeiðsuppgávurnar, at vera tey somu fleiri ár framyvir. Verandi umstøður føra ongar arbeiðsmessigar broytingar við sær. Vit undirstrika, at tætta sambandið, ið hevur verið millum at arbeiða antikvariskt og musealt hevur verið av avgerandi týdningi fyri menningina av fornfrøðini og starvsfólki tess. Nú kann hetta fara at syndrast, um ikki verður farið fram við skynsemi.102 Honum dámar ikki, at heitini á teimum gomlu stovnunum Føroya Fornminnissavn og Føroya Náttúrugripasavn verða strikað, tí hann heldur, at tað er í andsøgn við álitið frá 2009, har sagt verður, at gomlu stovnarnir skulu varðveita sín samleika, her metir hann, at serliga navnið er avgerandi, skal samleikin varðveitast. Føroya Fornminnissavn ella bert Fornminnissavnið er kent og virt navn heima eins væl og úti. í samskiftinum við borgara og viðskiftafólk annars er tað umráðandi, at fólk kenna seg aftur í navninum. Eitt stovnsheiti ber ikki til at strika uttan víðari.103 Símun V. Arge tekur eisini upp spurningin um gransking og alment upplýsingarvirksemi hjá Søvnum Landsins. Hetta hevur við sær, at fakligheitin, herundir granskingin, eigur at verða eitt virksemisøki, ið er eins integrerað og onnur øki á stovninum. Granskingin skal elva til íblástur og virka fyri menning av restini av virkseminum. Her eru vit við sjálva kjarnuna í málinum ongin gransking, onga upplýsing! Tí eigur nógv størri dentur at verða lagdur á menningina og sjónliggeringina av fakliga virkseminum á Fornminnissavninum innan teir nýggju karmarnar ... á Søvnum Landsins, enn tað sum kemur fram í lógaruppskotinum... Nýggja skipanin og broytingarnar í verandi skipan tykjast í stóran mun vera framdar grundað á fyrisitingarlig atlit og ikki faklig.104 Símun V. Arge vísir á, at Fornminnissavnið er fáment, og at umstøður ikki eru til at spjaða arbeiðsorkuna, og at tað er tað fakliga, sum skal mennast. Hann heldur eisini at útlitini til økta játtan eru eingi, og tí eigur at verða steðgað á við at staðfesta endaliga bygnaðin og við tað niðurleggja gamla mentanarstovnin Fornminnissavnið. Bygnaðurin eigur at verða umhugsaður betur, tí til nú er alt ov lítið tosað um hesi viðurskifti.105 Erland Viberg Joensen, savnvørður á Fornminnissavninum Erland Viberg Joensen leggur eisini dent á tað fakliga. Søvn Landsins hava verið í eini tilgongd um samanlegging í trý ár. Tað er leingi, og tað hevur stundum verið møðsamt. Serliga verður her heft seg við, at endamálið við samanleggingini ... eisini er at styrkja tað fakliga umhvørvið. T.e. at savna inn, skráseta, varðveita, miðla og granska. Tað er mín vón, at við endaligu samanleggingini og tá henda lóg fær gildi, at tað fakliga umhvørvið verður styrkt. Tað má vera tað tignarliga endamálið við nýggju lógini.106 Tórálvur Weihe, deildarleiðari á bygningsdeildini á Fornminnissavninum Tórálvur Weihe lýsir ta søguligu gongdina og heldur, at tað sum skuldi styrkja fakliga arbeiðið, er fyri Fornminnissavnið endað við tað mótsetta ... sum nú er 102 Símun V. Arge, 2. februar 2014.103 Símun V. Arge, 2. februar 2014.104 Símun V. Arge, 2. februar 2014.105 Símun V. Arge, 2. februar 2014.106 Erland Viberg Joensen, 31. januar 2014. 47 verður ein størri og størri fyrisiting løgd oman á ein minni og minni bólk, sum skal gera fakliga arbeiðið. Tórálvur Weihe hevur eisini hug at seta spurningar við disponeringar hjá stjóranum fyri Søvnum Landsins, eitt nú, at hann hevur sett seg sjálvan í Fornminnisnevndina, og atStjórin hevur eisini havt ein vana av sínum eintingum at seta broytingar í verk, uttan í nóg stóran mun at taka tey, sum broytingarnar raka, við í tilgongdini. Her kann nevnast EDV-skipanir, heimasíða, journalskipan, roknskaparskipan, telefonskipan. Tað sýnist sum, at stjórin á Søvn Landsins hesi trý árini hevur mist stóran part av tí vælvild og tí uppbakningi, sum hann var møttur við. Starvsfólkini føla seg ikki vird, og har tað fyrr var ein faklig gleði at arbeiða, sýnist sum fólk trekkja seg inn í seg sjálvan. Tað, sum so gerst spurningurin, er, um talan er um bygnaðarligar ella leiðsluligar trupulleikar. Tað er eisini møguligt, at stjórin fyri Søvn Landsins og Mentamálaráðið misskilja hvønn annan, og at hvør partur heldur, at hin parturin forvæntar tað, sum fyrigongur. Tað sýnist sum, at stjórin roynir at loysa uppgávur, sum áttu at verið loystar aðrastaðni, bæði á hansara egnu skrivstovu og á fakligu stovnunum. Fyri at fáa kósina á beint aftur er neyðugt at uppbyggja álitið aftur. Millum Mentamálaráðið og starvsfólk á stovnunum undir Søvnum Landsins, og millum stjóra, stovnsleiðarar og deildarleiðarar og starvsfólk. Tað er týðuligt, at tann tankin, at stjórin kann vera Landsbókavørður, Landsskjalavørður, Landsantikvarur, limur í Fornminnisnevndini og limur í Yvirfriðingarnevndini, er ein fyrisitingarligur tanki, sum onki atlit tekur til upprunafakliga innihaldið í hesum uppgávum. Um hetta var fingið á beint, vildi eitt grundleggjandi stig verið tikið til at bygt álitið uppaftur... Harnæst eigur ein at virða teir samleikar, sum stovnarnir, sum innganga í Søvn Landsins, hava uppbygt.107 Tórálvur Weihe kemur eisini við einum hugskoti til framtíðar bygnað á Søvnum Landsins, sum er áhugavert, men tað skal ikki verða nærri umrøtt her, men víst verður til hoyringssvar hansara í síni heild. Tikið samanum, so var í hesum hoyringssvarum rættiliga nógv at taka fatur á, um alt, sum kom fram, skal takast við í kalibreringini av nýggju savnslógini, tí her er talan um grundleggjandi ymiska fatan og sera ymiskar forteljingar av viðurskiftum á savnsøkinum, sum fólk tykjast at hava ilt við at sleppa. 107 Tórálvur Weihe, 3. februar 2014. 48 Felags fatan, avrikssáttmáli og organisatiónssálarfrøðingur ífrágreiðing síni um samanleggingartilgongdina til Mentamálaráðið sigur stjórin fyri Søvnum Landsins, at í februar 2014 vórðu stig tikin til at fara undir eina nýggja tilgongd fyri at røkka samanleggingarmálinum, hesa ferð saman við einum arbeiðssálarfrøðingi. Mentamálaráðið varð kunnað um ætlanina, vísandi til, at aðalráðið dagin fyri hevði boðað frá, at lóggáva á savnsøkinum skal útsetast til næstu tingsetu. Vísandi til hetta og at nevnda lóggáva sambært munnliga avtalu millum Søvn Landsins og Mentamálaráðið skuldi vera grundarlag fyri samanleggingartilgongdini av Søvnum Landsins víðari, vísti stjórin á, at tað var neyðugt hjá honum at taka støðu til, hvat skuldi henda, nú hesin stígur kom í, hetta tí stig eru tikin, sum nú standa í hálvum gekki og ikki kunnu bíða, til lógarverkið, sum Mentamálaráðið nú ætlar at seta í verk, er fingið, serliga um skipan av tí museala virkseminum og profileringini av tí úteftir. Stjórin vísti á, at sum umstøðurnar vóru, eftir at hoyring hevur verið um lógaruppskot, og lógaruppskotini eru tikin aftur, so var tað ætlanin viðvíkjandi samanleggingartilgongdini hjá Søvnum Landsins at seta í verk innanhýsis eftirmeting av samanleggingini við fyritøkuni HR-Psykologi sum ráðgeva. áðrenn henda tilgongdin fór í gongd, gjørdi stjórin av at spyrja setta leiðaran á Fornminnissavninum, sum nærkaðist teimum 67 árunum, um hann ynskti at vera við í teirri tilgongdini, vísandi til, at talan verður um eina eftirmeting av gongdini higartil og leiðslumenning í sambandi við samanleggingartilgongdina framyvir, sum fór at verða fyrisitingarliga krevjandi, og at hann áður hevði spurt um at koma í eina eldraskipan. Setti leiðarin valdi at siga seg úr leiðarastarvinum fyri at starvast í eldraskipan sum verkætlanarleiðari, granskari og antikvariskur ráðgevi hjá stjóranum. ístaðin varð savnvørðurin á fólkalívsdeildini settur sum leiðari á Fornminnissavninum, fyribils í eitt ár, tí væntað varð, at tá fór savnslógin at vera komin í gildi og greiða fingin á, hvussu landssøvnini skuldu vera skipað. Um somu tíð boðaði setti leiðarin á Náttúrugripasavninum frá, at hon ikki longur ynskti at vera leiðari á Náttúrugripasavninum; men at hon vildi fara aftur í starvið sum deildarleiðari108 á plantudeildini, soleiðis at betri tíð verður at røkja fakligu uppgávurnar, sum hon upprunaliga er sett til at røkja sum deildarleiðari á plantudeildini. Henda umbøn varð eftirlíkað, og sambært semju millum stjóran og savnvørðirnar á Náttúrugripasavninum tók stjórin sær fyribils av uppgávuni at vera leiðari. Eisini gjørdi leiðarin á Havlívfrøðiligu Royndarstøðini, sum var vorðin ein partur av Náttúrugripasavninum, av at taka seg úr leiðslubólkinum. í skrivinum til Mentamálaráðið í februar 2014 vísti stjórin á, at sambært áliti frá 2009, sum samanleggingin av Søvnum Landsins er grundað á, og heimildarskrivi landsstýrismansins til stjóran frá november 2010, er Søvn 108 Deildarleiðari á Náttúrugripasavninum hevur ein reint fakligan týdning og er ikki at meta sum deildarleiðari fyrisitingarliga. 49 Landsins bæði eitt stýri, sum umsitur myndugleika vegna landsstýrismannin, og ein stovnur, ið umsitur ávís savnsvirksemi hjá landinum. Tað merkir,  at stjórin er bæði myndugleiki fyri savnsvirksemi í øllum landinum og stovnsleiðari.  at deildarleiðarar røkja stovnsleiðarauppgávur hansara á teimum ymsu økjunum.  at myndugleikauppgávurnar verða røktar í samskifti við fakpersónar á viðkomandi økjum, sum í summum førum eru deildarleiðarar og í øðrum førum vísindafólk, ið annars vísa til ein deildarleiðara á Søvnum Landsins. Hetta hevur verið trupult at fáa fólk at skilja, bæði tí gamlar stovnsmentanir framvegis hava gróðrarbotn, og tí ógreið leiðslutilvísing í tí dagliga er ein kendur meinbogi í eini matrix-skipan, sum álitið frá 2009 leggur upp til. Hóast nógvar ráðleggingarfundir hevur tað ikki eydnast at fáa felags fatan fyri hesum. Ætlanin er saman við arbeiðssálarfrøðinginum at skapa fatan fyri hesum skifti, sum er íkomið av, at fyrisitingarskipanin er vaksin. í gerandisdegnum merkir skiftið, at meðan starvsfólk í vanligum savnsuppgávum vísa til ein deildarleiðara, so vísa tey í teimum førum, har talan er um útinnan av savnsfakliga grundaðum myndugleika, beinleiðis til stjóran. Hetta er ein grundleggjandi avleiðing av at leggja smáar stovnar, sum fyrr høvdu bæði stýris- ella myndugleikauppgávur og stovnsuppgávur, saman í eina størri skipan við felags fyrisiting, sum bæði skal umsita stýris- og stovnsuppgávur. Tilvísingarleiðin í myndugleikaviðgerðini verður meira samansett. Royndir farna árið hava sýnt, at fyri at ein tílík skipan skal kunna virka, er alneyðugt við eini leiðslu, sum er samd um mál og uppgávur. Hoyringarskriv frá leiðarum á Søvnum Landsins í sambandi við lóggávu, ið Mentamálaráðið sendi til hoyringar í januar 2014, sýna, at hetta langt frá er førið. Trupult tykist vera at 50 kunna viðurkenna myndugleikasamansetingina, sum landsstýrismaðurin hevur sett út í kortið við avgerðini um samanlegging. Hetta er serliga galdandi á tí museala økinum, har tað í meira enn eitt ár hevur verið arbeitt við at finna fram til bygnaðarloysnir við støði í fráboðan landsstýrismansins frá januar 2013 um góðkenning av skipanartilgongd á hesum øki og við støði í heitunum Tjóðsavn og Landsantikvarurin sum tillaging eftir virksemisumstøðunum hjá samanlagda stovninum. Hoyringarskrivini frá fyribils settu leiðarum á tí museala økinum sýna tað, ið hevur verið týðuligt í longri tíð, at naggatódn valdar um samanleggingina, og at lítil samstarvshugur er hjá fyribils settu leiðarunum á Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum til broytingar í tí museala virkseminum frá tí, sum var áðrenn samanleggingina. Hesi naggatódn er neyðugt at koma burturúr, um samanleggingin skal fremjast eins og ætlað. Neyðugt er tí at taka stig, sum leggja upp fyri hesum. Tilgongdin saman við arbeiðssálarfrøðinginum hevur verið fyriskipað soleiðis, at ístaðin fyri at leggja dent á skipan, hevur dentur verið lagdur á grundleggjandi virðir sum stevnumið og setning hjá stovninum, høvuðsmál í teimum ymisku virksemunum og áseting av strategiskum og operativum málum við atliti at sáttmála við aðalráðið um mál og avrik. Dentur hevur verið lagdur á at menna leiðsluna og at viðgera málini saman við starvsfólkum á starvsfólkadøgum, har endamálið við starvsfólkadøgum er at skapa felags fatan av stovninum, sum vit eru sett at samstarva í. Fyribils hava vit arbeitt við hesum:  Saman við starvsfólkunum at orða stevnumið og setning hjá stovninum. Setningurin samsvarar við lógarásettu høvuðsuppgávurnar hjá deildunum sbrt. løgtingslógunum.  Saman við starvsfólkunum sett mál fyri høvuðsuppgávurnar við atliti at prioritering í mun til fíggjarliga og menniskjansliga tilfeingið, sum stovnurin ræður yvir.  Tilgongdin verður skipað við støði í eftirmetingum, sum verða gjørdar, so hvørt sum tilgongdin fer fram, m.a. við starvsfólkaluttøku á hvørjum starvsfólkadegi og við støði í metingum av støðuni á stovninum, sum leiðslan ger sær so hvørt sum tilgongdin fer fram. Væntandi verður eisini ein eftirmeting av allari tilgongdini, tá leiðslan metir, at tilgongdin er liðug. Tað er fatan leiðslunnar, at fyribils eru vit komin higar til í nevndu tilgongd, at starvsfólk hava havt høvi at lata leiðsluni uppskot um mál fyri deild og egnan innsats í sáttmálatíðarskeiðinum, sum ætlaði mál og avrikssáttmálin umfatar. Endamálið við at halda fram við nevndu tilgongd er,  At uppskotini hjá starvsfólkum og deildum um mál og avrik skulu viðgerast við atliti at prioritering í mun til fíggjarliga og menniskjansliga tilfeingið, sum stovnurin ræður yvir.  At fáa í lag eina felags mentan fyri stovnin um, hvussu fíggjarligt og menniskjansligt tilfeingi verður umsitið, bæði fyri at halda játtan og fyri at forða strongd 109 í starvsliðinum.  At fáa í lag eina eftirmetingarskipan í mun til ásett mál, sum eggjar til, at stovnurin kann røkka avtalaðum strategiskum málum og settum stevnumiðum. 109 Tað tykist tíverri, sambært sálarfrøðinginum Suna Poulsen, at vera sera vanligt við strongd millum starvsfólk á almennum arbeiðsplássum í dag, tí politiski myndugleikin stríðist fyri at skapa effektiviseringar, stovnsmenningar og eftirlit (Holm 2016, 6 ff.). 51 Talan er so statt um ein bottom-up arbeiðshátt, har starvsfólk sjálvi gera prioriteringar um, hvørjum tey arbeiða við í avtalutíðarskeiðinum, og har støði verður tikið í, at tey, sum virka sum serfrøðingar á ymsum økjum, sjálvi seta út í kortið, tó soleiðis, at arbeiðsætlanir skulu góðkennast av stjóranum. Lagt er til rættis, at tilgongdin saman við arbeiðssálarfrøðingi heldur fram í 2016.110 Avrikssáttmálin Tann 20. januar 2015 fekk Søvn Landsins eina áheitan frá Mentamálaráðnum um at gera ein avrikssáttmála (royndarsáttmála) fyri 2015, og varð frymil latin Søvnum Landsins at arbeiða eftir, og víst var til heimasíðuna hjá Gjaldstovuni, um hvussu farast skuldi fram.111 áðrenn farið varð undir at gera avrikssáttmálan, var fyrsta stigið á leiðini, sum nevnt omanfyri, at skapa eina felags fatan av grundleggjandi virðum sum stevnumiði og setningi hjá samanløgdu stovnunum. Sum fasiliator kom sálarfrøðingurin Helgi Rasmussen at taka lut í hesum arbeiði, tí hann hevur drúgvar royndir á økinum. Seinni hevur hann eisini skrivað bók um organisatiónssálarfrøði.112 Tað, sum í stuttum var kjarnin í hesum, tað var at kortleggja tað virksemi, sum Søvn Landsins áttu at gera, fáa tað sett upp í eina tíðarlinju við støði í fíggjarligu ressursunum og teirri arbeiðsorku, sum Søvn Landsins ráddi yvir, at fáa raðfest og framt tær einstøku arbeiðsuppgávurnar, sum Søvn Landsins hevði og gera, hetta saman við starvsfólkunum, so tað eisini varð tryggjað teimum góð arbeiðskor fakliga og menniskjaliga og fáa tað skrivað inn í avrikssáttmálan við Mentamálaráðið. ávegis til avrikssáttmálan vórðu framleidd tvey arbeiðsskjøl ella tvær versjónir av tí sama. Tað eina, gjørt einfalt, sýnir yvirskipað mál millum aðalráð og stjóra, har hugsanin er, at konkretiseringar av málum og avrikum, ið eru ein spurningur millum stjóra og deildarleiðarar, ikki eru tiknar við.113 Hitt skjalið er ein víðkað versjón, har nærri konkretiseringar og lýsingar av málum og avrikum eru tiknar við, ætlað til innanhýsis nýtslu.114 Eisini er hetta lýst í einum dynamiskum diagrammformi í einum pdf-fíli, har tað ber til at klikkja seg djúpari og djúpari niður í málini og avtalað avrik í tí sambandi. Tað var næstan komið á mál við avrikssáttmálanum og arbeiðinum, tá ið klagur frá 6 starvsfólkum til landsstýriskvinnuna í mentamálum gjørdi, at arbeiðið varð fyribils steðgað og datt niðurfyri. Tað eru síðani farnar at ganga søgur um, at Fíggjarmálaráðið ikki longur leggur so stóran dent á avrikssáttmálar við stovnarnar, uttan at teir vist enn hava fingið skrivliga fráboðan um hetta. Tað hevur tí ført til, at arbeiðið við at gera avrikssáttmálar er dovnað burtur, tí at Mentamálaráðið ikki hevur fylgt hesum upp. Hetta er eisini vorðið greitt sambært teimum útsøgnum, sum løgmaður hevur ført fram í Kringvarpinum í august 2016. 110 Stutt greining av samanleggingartilgongdini higartil. 15. februar 2015, J. Nr. 12/00256-29, AM.111 http://gjaldstovan.gov.fo/asetingar/mal-og-avriksstyring/Pages/default.aspx112 Rasmussen 2016. 113 Avrikssáttmáli 2016. Avriksáttmáli 2016-2018 + Fylgiskjal 1: Høvuðsuppgávur og strategi.114 Avriksáttmáli 2016-2018. Víðkað versjón + Fylgiskjal 2: utgreining av málum 2016 og mátiamboð í tí sambandi. 52 í sambandi við hesa eftirmeting, sigur stjórin fyri Søvn Landsins, at hann hevur sagt Mentamálaráðnum munnliga at uttan mun til, um aðalráðið og landsstýrið hava áhuga í tílíkum sáttmála ella ei, so ætli eg mær at orða mál og avrik saman við starvsfólkunum, tí talan er um starvsavtalur, ið eru stýringsamboð fyri at røkka endamálum við løgtingslógum, sum vit virka eftir.115 115 Teldubræv dagfest 17. august 2016. 53 Tvær klagur um Søvn Landsins íjanuar og februar í 2016 fær landsstýriskvinnan í mentamálum tvær klagur um samanleggingina. Klagan frá Náttúrugripasavninum var dagfest 19. januar 2016, 4 fólk klaga og klagan frá Fornminnissavninum var dagfest 2. februar 2016, 2 fólk klaga. Mentamálaráðið hevði fund við klagararnar frá Náttúrugripasavninum 27. januar 2016. í skrivi til løgmann, dagfest 11. februar 2016, boðar Mentamálaráðið løgmanni frá, at ráðið metir seg at vera ógegnigt at viðgera tær ítøkiligu klagurnar frá nøkrum starvsfólkum á Søvnum Landsins, og løgmaður hevur tí vísandi til § 49, stk. 1 í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, gjørt av at lata Fíggjarmálaráðið taka sær av víðari avgerðini av hesum máli.116 Brævið frá løgmanni til Fíggjarmálaráðið kom ráðnum í hendi 19. februar, og frá hesum degi er tað Fíggjarmálaráðið og ikki Mentamálaráðið, sum tekur sær av klagunum og teirri víðari viðgerðini av málinum. Høvuðsinnihaldið í klagunum í skrivi dagfest 19. januar 2016 til landsstýriskvinnuna í mentamálum skriva 4 fólk a Føroya Náttúrugripasavni, at tey fegnast um, at politiska skipanin í samgonguskjalinum, hevur ætlan um at eftirmeta Søvn Landsins. í tí sambandi meta vit tað vera okkara skyldu at vísa á støðuna, sum Náttúrugripasavnið er komið í. Eftir meira enn fimm árum í nýggja stovninum eru vit, undirritaðu leiðandi starvsfólk á Náttúrugripasavninum, sera ørkymlað. Fyri Náttúrugripasavnið hevur henda alt ov langa tilgongd í stóran mun verið neilig og hevur fyri okkum starvsfólk ført við sær eina gjøgnumgangandi kenslu av máttloysi og líkasælu. Vit meta ikki, at stjórin arbeiðir sambært álitinum, ið bleiv kunngjørt áðrenn samanleggingina. Stjórin er eftir okkara tykki alt ov einaráðandi, skipanir verða settar í verk, uttan at starvsfólkini verða eftirspurd ella kunnað, og grundarlagið verður máað undan okkara fakliga virksemi. Sambært upprunaligu ætlanini skuldi fakliga virksemið mennast, men gongdin hevur verið tann øvugta. Okkara fatan er, at aðalráðið ikki hevur nóg greitt innlit í, hvussu gongdin hevur verið innanhýsis á Søvnum Landsins. Stjórin tykist ikki at vita, hvørjar tørvir Náttúrugripasavnið hevur, ella at virka fyri at aðalráðið verður kunnað um hetta. Harumframt eru vit ótrygg við møguligar gegnistrupulleikar ímillum SL og aðalráðið." Ynskið er at fáa eina eftirmeting framda, áðrenn grundleggjandi broytingar verða framdar, og lata fakfólkini á stovninum koma til orðanna.117 Einar tvær vikur seinni kemur eisini skriv frá tveimum fakfólkum á Fornminnissavninum, ið er dagfest 2. februar 2016. Teir kenna tað eisini, sum okkara skyldu at gera vart við ymisk viðurskifti í sambandi við 116 Skriv frá Løgmanskrivstovuni til Fíggjarmálaráðið dagfest. 17. februar 2016, 6010-001/16, SR/ah.117 Skriv til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, dagfest 19. januar 2016 frá Leivi Janus Hansen, Jan Sørensen, Onnu Mariu Fosaa og Bjarna Mikkelsen. 54 samanleggingartilgongdina á Søvnum Landsins. Teir skriva, at Síðani farið var undir samanleggingina av Søvnum Landsins 1. januar 2011, eru viðurskiftini á Fornminnissavninum vorðin alt meira ørkymlandi arbeiðsumstøðurnar eru vorðnar ótryggar bæði skipanarliga og hjá starvsfólkunum sum heild. Viðurskiftini á Søvnum Landsins í sambandi við samanleggingartilgongdina, sum nú gongur á sætta ári, hava verið sundurlagandi heldur enn savnandi leiðslan hevur ikki megnað at hildið saman upp á stovnin. Fyri okkum starvsfólk hevur langa tilgongdin og manglandi samskifti víst seg at vera sera neilig og ørkymlandi fakliga eins og persónliga, og hevur hetta elvt til máttloysi og líkasælu millum starvsfólkini. Ein grundleggjandi trupulleiki er, at stjórin á Søvnum Landsins ikki sýnir forstáilsi fyri viðurskiftunum á Føroya Fornminnissavni og uttan fyrilit hevur gjørt broytingar á Fornminnissavninum. Samstundis er ongin verulig leiðsla á Fornminnissavninum. Síðan 1. mai 2014 hevur leiðarin á fólkalívsdeildini verið settur fyribils sum leiðari av Fornminnissavninum í fleiri umførum seinast fram til 31. desember 2015. Hetta tykist løgið, tí leiðarin, sum framhaldandi var deildarleiðari, hevði sagt seg hvørki hava orku ella hug at halda fram. í dag 2. februar hava starvsfólkini enn ikki fingið at vita, hvør leiðir Fornminnissavnið eftir árslok 2015. Hatta kann ikki sigast at vera mennandi fyri arbeiðið á stovninum. Ein undrast stórliga á leiðsluformin og manglandi samskiftið. Setanir av leiðara í styttri tíðarskeið, soleiðis sum vit her eru vitni til, eru ikki á nakran hátt mennandi fyri stovnin. Hóast settur leiðari, hevur leiðarin av Fornminnissavninum ikki virkað, sum ein kundi væntað av einum leiðara fyri stovni, ið fevnir um so týdningarmikil arbeiðsøki. Hóast framsett ynski eru ikki longur regluligir leiðslufundir á savninum. Ein hevur kenslu av, at leiðarin á Fornminnissavninum í veruleikanum bert er eitt eiti, og at veruligi leiðarin kanska er stjórin á Søvnum Landsins. á vári 2014 varð leiðarin á fornfrøðideildini, sum tá eisini var leiðari á Fornminnissavninum, brádliga fluttur frá Fornminnissavninum í eina seniorskipan við beinleiðis tilvísing til stjóran á Søvnum Landsins tilnevndur fornfrøðiligur ráðgevi og granskari. Hetta hendi eftir, at leiðarin hevði verið við til at geva hoyringssvar í sambandi við nýggja savnslóg. Ongin nýggjur fornfrøðingur varð settur á fornfrøðideildini. Harumframt var henda umskipan gjørd uttan, at nakar varð settur í hansara stað sum deildarleiðari á fornfrøðideildini. Hetta, og manglandi samskifti hesar avgerðir hava havt við sær, hava elvt til, at einasti fornfrøðingurin á fornfrøðideildini má virka sum leiðari uttan tey formligu amboð, sum eru neyðug fyri at kunna røkja hetta. Støðan, í mun til arbeiðið á deildini áður, ið sum vit vita umsitur øll tey mongu fornminni í Føroyum, er sostatt, at fornfrøðideildin er um at fara fyri bakka. Stjórin hevur ringt við at útdelegera og tekur einsamallur allar avgerðir um KT, journalskipan, roknskaparskipan, heimasíðu og hølisviðurskifti, og hann spyr ongan eftir, tá hann skipar viðurskiftini. Hann fer inn í mál, sum eiga at liggja á ymsu fakdeildunum. Harumframt kann hann lata skína ígjøgnum, hvørja fakligu niðurstøðu hann meinar, deildirnar eiga at koma til. Stjórin hevur ein persónligan atburð, sum skapar ótryggleika. Eitt nú kann hann koma brestandi inn til starvsfólk sum sita og arbeiða. Eisini kenna fólk seg traðkaði á. á fundum kann hann vísa, hvat hann meinar, við at blunda og suffa, og viðhvørt kann hann vera beinleiðis intimiderandi í síni medferð... Niðurstøða okkara er, at stjórin ikki megnar at skapa tað álit mótvegis sínum 55 leiðarum og starvsfólkum, sum er neyðug fortreyt fyri at hava ein vælvirkandi stovn við trivnaði og at kunna gjøgnumføra samskipanina av Søvnum Landsins. At enda vísa teir í skrivinum til, at teir staðiliga ynskja ta eftirmeting, sum samgonguskjalið leggur upp til.118 Viðmerkingar frá stjóranum á Søvnum Landsins Tað fyrsta sum hendir, er, at Mentamálaráðið í skrivi dagfestum 25. februar 2016 biður stjóran fyri Søvnum Landsins gera viðmerkingar til skrivini bæði. Tað ger hann longu 29. februar 2016. áðrenn tað hevði hann tann 21. februar 2016 ein statusfund við klagararnar frá Náttúrugripasavninum. Statusfundur við klagararnar á Náttúrugripasavninum Fyri at eingin ivi skuldi vera um hansara heimildir sum stjóri á Søvnum Landsins, hevði hann frammanundan frá Mentamálaráðnum fingið sær vissu frá aðalstjóranum fyri, at hann við delegeringini í sambandi við setan havi óavmarkaðar heimildir at skipa stovnin, eisini hóast galdandi lógir leggja upp til ávísan bygnað, og hóast álitið frá 2009 ikki verður fylgt. Hann vissaði meg um, at eg hevði fullan stuðul frá Mentamálráðnum, skrivar hann í einum journaliseraðum notati, dagfestum 18. februar 2016.119 Umframt klagararnar og stjóran var eisini arbeiðssálarfrøðingurin Helgi Rasmussen á statusfundinum, sum varð hildin á Hotel Hafnia.120 Andras Mortensen byrjaði fundin og vildi hava greitt at vita, um starvsfólkini á Náttúrugripasavninum framhaldandi vildu samstarva í samanleggingartilgongdini ella ikki. Helgi Rasmussen leiddi síðani fundin. Upp á fyrispurning frá orðstýraranum, um tey vildu síggja frameftir ella ikki, játtaðu øll, at tað vildu tey, síggja frameftir. Andras Mortensen fekk síðani orðið og greiddi í stuttum frá sjálvari samanleggingartilgongdini og tí, sum var hent ta seinastu tíðina. í tilgongdini saman við arbeiðssálarfrøðinginum var tað ístaðin fyri at leggja dent á skipan, hevur dentur verið lagdur á grundleggjandi virðir sum stevnumið og setning hjá stovninum, høvuðsmál í teimum ymisku virksemunum og áseting av strategiskum og operativum málum við atliti at sáttmála við aðalráðið um mál og avrik. Dentur hevur verið lagdur á at menna leiðsluna og viðgera málini saman við starvsfólkunum á starvsfólkadøgum fyri at skapa eina felags fatan av stovninum, og hann vísti á, hvat arbeitt varð við, og at tá ið tilgongdin var liðug, so skuldi ein eftirmeting fara fram. Narrativið hjá stjóranum, sum hann sigur hana, er at hann sær gongdina sum ein bottom-up arbeiðshátt, og at tað er komið so langt, at starvsfólk hava høvi at lata leiðsluni uppskot um mál fyri deild og egnan innsats í sáttmálaskeiðinum. Tað tykist ikki, sum starvsfólkini rættiliga hava skilt, hvat ætlanin hevur verið við at involvera ein arbeiðssálarfrøðing, men sambært notatinum, so søgdu starvsfólkini, sum klagað høvdu, seg nú skilja tilgongdina betur eftir at hava 118 Skriv til Mentamálaráðið. Att: Rigmor Dam landsstýriskvinna, dagfest 2. februar 2016. Viðvíkjandi viðurskiftum á Søvnum Landsins og Føroya Fornminnissavni.119 Notat frá telefonsamrøðu við aðalstjóran um heimildir. Dagfest 18. februar 2016, J.nr. 12/00256-32. Málsviðgerð: AM. 120 Notat frá statusfundi 19-02-2016 við klagarar á Náttúrugripasavninum 21. februar 2016, J. Nr. 12/00256-34. Málsviðgeri: AM. 56 fingið hesa greining, harímillum at tær fíggjarligu fyritreytirnar ikki høvdu verið fyri at seta ein leiðara fyri tað museala virksemið. á statusfundinum kom eisini fram, at tað vóru serlig viðurskifti hjá onkrum av klagarum, sum høvdu gjørt, at tey klagaðu. Eitt nú vísti Jan Sørensen á, at hann var sera ónøgdur við at stovnurin var innlimaður í Landsnet, uttan at NGS er tikið við upp á ráð. Landsnet setur forðingar fyri, hvussu tað hevur verið arbeitt við fakskipanum, og hann var harmur um, at eingin telduvørður var tøkur á Søvnum Landsins at hjálpa sær ... vit áttu at sloppið okkum úr aftur Landsnet og ongantíð áttu at verið farin uppí eins og Havstovan. Stjórin fyri Søvnum Landsins vísti á, at talan er um skipanir, sum miðfyrisitingin ynskir, at stovnarnir luttaka í, tí grundleggjandi er talan um KT- trygd og fíggjarstýring. Hann viðgekk, at tað var ein fyrisitingarlig avgerð at fara upp í Landsnet. Eisini vísti hann á, at Søvn Landsins sum skjalasavnsmyndugleiki eigur at ganga undan í málskráseting og at flest allir aðrir stovnar ... hava fakskipanir, har Landsnet skapar forðingar, men tað hevur hjá øllum borið til at finna loysnir, og sjálvt um tað í løtuni ikki var ráð til at seta telduvørð, so bar tað til at keypa sær hjálp, men, segði hann, at fyritreytin er at vísindastarvsfólkini eyðmerkja tann ítøkiliga trupulleikan og sjálvi taka stig til, at trupulleikar verða loystir. Ein av savnvørðunum á Náttúrugripasavninum gjørdi í hesum sambandi vart við, at hon fekk sína deildarleiðaraviðbót fyri at vera fakligur leiðari og ikki fyri at vera fyrisitingarligur leiðari. Stjórin fyri Søvnum Landsins fekk ábreiðslu um, at hann toppstýrdi, og sum dømi vísti Anna Maria Fosaa á, at hann hevði arbeitt við einum uppskoti um at flyta starvsfólkini á Náttúrugripasavninum, sum tá starvaðust á trimum bústøðum, í felags bústað saman við Fornminnissavninum í Brekkutúni og Hoyvík, uttan at spyrja tey. Tað stutta av tí langa var kortini, at hetta varð ongantíð framt. Øll starvsfólkini á Náttúrugripasavninum komu at vera á Debesartrøð, har høli vórðu umvæld til endamálið, og Andras Mortensen vísir á, at avgerðin um flyting í hesi høli var tikin av leiðaranum á Náttúrugripasavninum saman við honum, tí leiðarin ynskti starvsfólkini á NGS savnað á einum stað. Leiðarin á NGS, tá avgerðin varð tikin, var AMF. Sum eitt annað dømi um toppstýring vísti Janus Hansen á fyrisitingina av Koltri, og vildi hava at vita, hví hon ikki lá undir Náttúrugripasavninum. Andras Mortensen segði um hetta, at Koltur var ein fyrisitingareind undir stjóranum við egnum fyristøðufólki, og at hann í fakligum viðurskiftum á ongan hátt hevði toppstýrt, hvørki Fornminnissavninum ella Náttúrugripasavninum, og vísti á, at arbeitt var eftir somu skipan sum í 2011, tá stovnarnir vórðu løgdir saman, tó undantikið tey serligu verkevni, sum stovnurin hevði fingið síðani, og at eingin broyting í veruleikanum var hend í fyrisitingini. Spurningurin tykist at vera, um fyrisitingin av Koltri átti at hoyrt til antin Fornminnissavnið ella Náttúrugripasavnið og ikki átti at ligið undir yvirskipaðu fyrisitingini hjá Søvnum Landsins. Tað, sum tykist at hava órógvað Janus Hansen, er, at stjórin hevur luttikið í tí fakligu viðgerðini av, hvussu tað mentanarsøguliga umhvørvið og tað nátturusøguliga umhvørvið í Koltri skal skipast í framtíðini. Sum svar uppá hetta segði Andras Mortensen, at hann umsitur fornminnamyndugleikan og skal við støði í fakligum tilmælum ... taka fyrisitingarligar avgerðir um, hvussu Koltur skal skipast innan karmarnar, sum Løgmaður hevur givið stovninum. Hann vísti 57 staðiliga aftur, at hann hevði toppstýrt Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum í hesum sambandi, tvørtur ímóti kallaði hann 16.09.2015 inn til ein fund at fyrireika eitt innanhýsis seminar um verndarvirði í Koltri, fyri at stovnurin seinni kundi luttaka og leggja fram fakligar viðgerðir um verndarmálið á Koltri á almennum fundi, sum føroyska UNESCO-nevndin hevði í umbúna fyri at fáa uppskot um evni til heimsarv í Føroyum. í hesum sambandi var skipaður ein arbeiðsbólkur, har tað sínámillum var skipað fyri innleggum til seminarið, sum var hildið 10.12.2015 við innleggum bæði um faklig og fyrisitingarlig viðurskifti í sambandi við Koltur. Talan var ikki um toppstýring, men í fakligum høpi um eina bundna uppgávu fyri at koma nærri einum støði at taka fyrisitingarligar avgerðir á, júst eins og stýrisskipanin fyri Søvn Landsins í álitinum frá 2009 leggur upp til. Tosað varð eisini um møguligar loysnir fyri leiðslu, men tað vóru tey, sum óttaðust fyri, at um hetta skuldi gerast uttan meirjáttan, so kundi tað koma at merkja, at tað fór at kosta størv aðrastaðni í musealu skipanini. Eitt uppskot var at royna ta skipan, sum hevði verið á Náttúrugripasavninum, har ein av deildarleiðarunum var sett til fyristøðufólk, sum vísti til stjóran fyri Søvnum Landsins, men eina slíka loysn hildu fólk á Náttúrugripasavninum ikki vera góða, tí tey ætlaðu sær ikki at átaka sær leiðsluuppgávur, men ynsktu einans at fáast við fakligu uppgávur sínar. Onkur helt, at samanleggingin ikki átti at verið farin fram uttan at fígging var fingin til hana. Fundarleiðarin helt, at tað kundi tað vera nakað um, men vísti á, at tað var ein politisk avgerð, sum hvørki stjóri ella starvsfólk høvdu nakra ávirkan á. Tað stutta av tí langa var, at samskiftið hevði meira ella minni rent seg fast og trongdi til bata.121 Notatið frá fundinum, tað varð sent fundarluttakarunum til viðmerkingar, og okkurt av hesum vildu tey hava burtur og annað orðað øðrvísi, eitt nú verður víst á, at viljin til samstarv var betri enn Andras Mortensen lýsir hann í notatinum. úrslitið var, at trý starvsfólk á Náttúrugripasavninum skrivaðu eina alternativa fundarfrágreiðing, ið er eitt sindur øðrvísi orðað enn fundarfrágreiðingin, sum stjórin hevur orðað. Hon verður endurgivin her í brotum: Undirritaðu sóu henda fundin sum eina roynd at tryggja, at arbeiðið á stovninum í mest møguligan mun ikki rennur seg í trupulleikar av sama slag, sum teir ið eru nevndir í skrivinum til landsstýriskvinnuna í mentamálum. Tískil var neyðugt á hesum fundi við einum opnum dialogi, har ósemjur vórðu staðfestar og viðgjørdar. Starvsfólkini á Náttúrugripasavninum løgdu fram, at tey als ikki høvdu nakað ímóti at søvnini vóru skipaði undir Søvnum Landsins, men vóru ørkymlað um ta tilgongd, sum hevði verið. Víst varð á, at grundleggjandi trupulleikin á stovninum var, at starvsfólkini ikki vóru blivin hoyrd í nóg stóran mun, og at samskifti og kunning manglaði. Víst varð á, at á fyrstu starvsfólkadøgunum, varð gjørt vart við, at manglandi kommunikatión var ein trupulleiki, men onki var hent í samband við henda trupulleikan. Sum dømi um manglandi samskifti varð víst á, at skipanir so sum Landsnet vórðu innførdar uttan at spyrja starvsfólkið eftir, hvussu hetta kundi ávirka arbeiðsgongdina hjá teimum. Prátið var um ymist tekniskt í samband við 121 Spurningurin, um skrivið til landsstýriskvinnuna var ein klaga ella eitt neyðarróp, varð eisini viðgjørdur, men tað hevur ikki tann stóra týdningin í sambandi við hesa eftirmeting. 58 Landsnet. Stjórin staðfesti, at tað bar illa til at sleppa uttan um Landsnet. Og um støðan skuldi betrast, kundi hetta bert gerast við at finna skipanir innan Landsnet. Viðvíkjandi Koltri stendur í alternativu fundarfrágreiðingini, at Starvsfólk á Náttúrugripasavninum nevndu toppstýring sum ein trupulleika. Koltur bleiv nevnt sum dømi. Víst bleiv á, at í grundleggjandi viðurskiftum, sum setan av starvsfólki og krøv til førleikar hjá hesum starvsfólki, varð NGS ikki inndrigið. Hóast stjórin hevði inndrigið NGS og FORN í virksemið í sambandi við Koltur, var teimum ógreitt hvat Koltur var fyri nakað á Søvnum Landsins og at stjórin stýrdi ov nógv sjálvur, uttan at starvsfólkini vistu greitt hvussu tey skuldu fyrihalda seg mótvegis Koltur. Víst varð á, at á fundi, har NGS og FORN vóru saman um at stinga nøkur ting út í kortið í samband við Koltur, hevði stjórin verið beinleiðis við í fakliga virkseminum. Stjórin var ósamdur í at tað var ógreitt hvar Koltur lá á stovninum, og vísti á talvu hvussu hetta hekk saman. Somuleiðis var stjórin ósamdur í at hann hevði luttikið í fakliga partinum av viðgerð um Koltur. Starvsfólk mettu at manglandi kommunikatión var orsøkin til eina slíka ósemju, og at tað var á hesum støði, at arbeiðast skuldi við at finna loysnir. Ein áhugaverdur spurningur, sum verður lýstur í alternativu fundarfrágreiðingini, er uppfatanin av leiklutinum hjá arbeiðssálarfrøðinginum: á fundinum nevndi sálarfrøðingurin, at tað var ymiskt, hvussu fólk hoyrdu tað ið sagt blívur. Hann vísti á, at honum høvdu orð verið løgd í munnin (ikki á hesum fundi), sum hann visti, at hann ongantíð hevði sagt. Tí, segði hann, er tað av týdningi, at fólk gera ein innsats fyri at lurta eftir hvørjum øðrum. Starvsfólk tóku henda tráð upp og vísti á at útgangsstøðið, ið fólk hava havt til teir starvsfólkadagar, ið tey høvdu verið saman við arbeiðssálarfrøðinginum, ikki var tað, ið hann hevði nevnt fyrr á hesum fundi. Víst varð á, at starvsfólk ikki vistu, at starvsfólkadagarnir høvdu tað endamál at útarbeiða ein ítøkiligan samleika, ið til endans bleiv til visjón og missión fyri stovnin. Tey vístu á, at fatanin hjá nógvum var, at støðan á stovninum ikki var góð og tí skuldu vit øll til sálarfrøðing, og tað var helst ein orsøk til, at hesir starvsfólkadagar ofta vóru tungir við drúgvum tøgnum. í alternativu fundarfrágreiðingini verður eisini sagt, at tosað varð um skrivið til landsstýriskvinnuna, og semja var um ikki at taka skrivið aftur. Arbeiðssálarfrøðingurin spurdi síðan, hvat fólk hildu skuldi til, fyri at arbeiðið framyvir skuldi ganga so væl sum gjørligt. Starvsfólk skutu upp, at stjórin og starvsfólkini áttu at hittast regluliga fyri at tosa um ymist sum stakk seg upp, og at hesir fundir ikki skuldu hava ov fasta skrá. Arbeiðssálarfrøðingurin mælti til tvey sløg av fundum. Triðju hvørja viku ein statusfund til viðgerð av felags áhugamálum, har støðan her og nú varð umrødd og støðan hjá tí einstaka í mun til uppgávuloysnir. Ein av fundunum hvørt fjórðingsár verður víðkaður til at verða produktiónsfundur upp á eini tríggjar tímar, har fundarevnini eru status um produktión í mun til avrikssáttmála og handfaring av møguligum avbjóðingum. Semja var um hetta, og skrá fyri fundirnar varð løgd fram til summarferiuna.122 Jan Sørensen hevði sínar egnu viðmerkingar til fundarfrágreiðingina hjá stjóranum og vildi hava okkurt burtur og annað rætta, men samanlagt áttu tær 122 (Alternativ fundarfrágreiðing). Fundarfrágreiðing frá statusfundi 19.2.2016, Hotel Hafnia. Dagfest 26. februar 2016 Leivur Janus Hansen, Anna Maria Fosaa og Bjarni Mikkelsen. 59 báðar frágreiðingarnar frá fundinum at givið eina rímiliga eftirfarandi mynd av tí, sum hendi á statusfundinum. Eingin statusfundur varð hildin við teir báðar Símun V. Arge og Tórálv Weihe. Og nú gekk viðgerðin av klagunum sína gongd. Viðmerkingarnar hjá stjóranum til klagurnar Umframt viðmerkingar til skrivini, sendi stjórin á Søvnum Landsins eisini eina stutta frágreiðing um samanleggingartilgongdina, har hann upplýsir viðurskifti, sum eisini kunnu nýtast sum svar upp á klagurnar.123 Til atfinningina, um ikki at arbeiða eftir álitinum frá 2009, vísir hann á, at sambært álitinum frá 2009 var fyritreytin fyri samanleggingini, at játtaðar vóru 1.3 mió.kr til setan av stjóra, fulltrúa og skrivstovuhald. Henda upphædd kom ikki og er heldur ikki komin síðani.124 Til atfinningina um, at hann hevur sett skipanir í verk uttan at spyrja starvsfólkini, snýr tað seg um ónøgd við, at stovnurin er innlimaður í Landsnet, uttan at Náttúrugripasavnið er tikið við upp á ráð. Talan er eisini um ónøgd við aðrar skipanir, og her vísir stjórin til tað, sum hann hevur sagt á statusfundi 19. februar 2016, sum er endurgivið omanfyri. Til atfinningarnar um, at aðalráðið ikki er nóg væl kunnað um tørvin hjá Náttúrugripasavninum, vísir hann til, at starvsfólkini á fundi 27. februar 2016 høvdu høvi til at greiða landsstýriskvinnuni Rigmor Dam frá hesum sambært fundarfrásøgn (MMR máltal 16/0006-2). Til atfinningarnar um væntandi forstáilsi fyri viðurskiftunum á Føroya Fornminnissavni, og at hann hevur gjørt broytingar á Fornminnissavninum, svarar stjórin, at Tann fakliga skipanin á Fornminnissavninum er júst hin sama sum áðrenn samanleggingina... Einasti munur er, at Símun V. Arge eftir egnum ynski er farin í eina eldraskipan og røkir uppgávur sum fornfrøðiligur ráðgevi, granskari og verkætlanarleiðari í sambandi við umvælingina av fornminnunum í Kirkjubø, og her vísir hann eisini til bls. 4-5 í greiningini av samanleggingartilgingdini.125 Tað vil siga, at ongar reellar broytingar eru enn farnar fram í sjálvum strukturinum, um vit síggja burtur frá, at tað nú er hann, sum hevur allar heimildirnar, sum stjórarnir á teimum gomlu stovnunum fyrr høvdu, sjálv skipanin er ikki broytt, men hetta er ein logikkur, sum kann vera torførur at skilja, men hann er har. Til atfinningarnar, um manglandi samskifti við starvsfólkini, vísir hann eisini til greiningina av samanleggingartilgongdini, har hann umrøður, hvussu starvsfólkini í roynd og veru eru tikin við upp á ráð. Til atfinningarnar, um at Fornminnissavnið ikki hevur havt ein fastan, men fyribilsleiðara síðani 2014, svarar stjórin, at Tað er ikki rætt, tí Fornminnissavnið hevur havt fyribils leiðara síðan 1. januar 2011. Tá varð Símun V. Arge settur, og avtalað varð, at skipanin er fyribils og gongur meðan umskipanin av stovninum í sambandi við skipan av Søvnum Landsins fer fram. 123 Stutt greining av samanleggingartilgongdini higartil. 15. februar 2015, J. Nr. 12/00256-29, AM.124 Her í og í tí sum kemur í hesum broti verður víst til skriv til Fíggjarmálaráðið, dagfest 29. februar 2016, J.nr.: 12/00256-45, Málsviðgerð: AM. 125 Stutt greining av samanleggingartilgongdini higartil. 15. februar 2015, J. Nr. 12/00256-29, AM. 60 Eisini her verður víst bls. 4 um fígging av fyrisiting í greiningini av samanleggingartilgongdini. Til atfinningarnar, um at Símun V. Arge var fluttur í eina seniorskipan beinleiðis undir stjóranum, svarar stjórin, at í skjali jnr. 10/00448-3, sum er setanarbræv og setanaravtala, dagfest 31. mars 2014, framgongur, at talan er um sjálvbodna eldraskipan, avtalað á fundi 25. mars 2014, har eisini Suni Joensen, formaður í Akademikarafelag Føroya og Leivur Langgaard, formaður í Føroya Magistarafelag, luttóku. Eisini her verður víst til greiningina av samanleggingartilgongdini bls. 10. Til atfinningarnar um, at eingin deildarleiðari varð settur á fornfrøðideildina á Fornminnissavninum, tá ið Símun V. Arge fór í eina eldraskipan, svarar stjórin, at Fakeindirnar á Fornminnissavninum hava í mong ár verið nevndar deildir, og á Náttúrugripasavninum er tað enntá skipað við løgtingslóg, at tvær deildir eru á savninum. Orsakað av hesum hava savnvørðirnir verið løntir sum deildarleiðarar, hóast teir ikki hava havt ella hava heilt fá fólk undir sær. á Fornfrøðideildini starvast í dag ein savnvørður og ein teknikari. Tá ið Símun V. Arge fór í sína eldraskipan, varð avtalað, at hann ikki skuldi lækka í løn, m.a. tí hann framyvir skuldi røkja fleiri av gomlu uppgávum sínum. Ein liður í samanleggingartilgongdini er at endurskoða deildarskipanirnar á Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum. Mett varð tí ikki ráðiligt, at savnvørðurin á fornfrøðideildini varð framfluttur at verða deildarleiðari, meðan hendan endurskoðanin fór fram. Til atfinningarnar um, at hann hevur ringt við at útdelegera og einsamallur tekur avgerðir um KT, journalskipan, roknskaparskipan, heimasíðu og hølisviðurskifti, sigur stjórin, at KT-skipan, journalskipan, roknskaparskipan, heimasíða og hølisviðurskifti eru fyrisitingarligar skipanir, sum tað er skylda stjórans at seta í verk. Talan er um skipanir, sum miðfyrisitingin ynskir, at stovnarnir luttaka í, tí grundleggjandi er talan um KT- trygd og fíggjarstýring, og tað er ein fyrisitingarlig avgerð hjá stjóranum, at stovnurin luttekur í Landsneti. Allar tílíkar avgerðir verða tiknar eftir viðgerð í leiðsluni fyri stovnin, áðrenn tær verða settar í verk. Til atfinningarnar, um at hann sjálvur fer inn í mál og letur sína egnu fatan og hugsan til kennar í fakligum málum, vísir stjórin til tær starvsuppgávur, sum honum eru álagdar sum stjóri og myndugleiki á bókasavnsøkinum, skjalasavnsøkinum og tí antikvariska økinum. Eg blandi meg ikki í fakligar niðurstøður hjá fakeindunum, men loyvi mær at hava meiningar í myndugleikamálum, sum eg havi yvirskipaðu fakligu ábyrgdina av, og ynski av starvsfólkum mínum, at tey umsita myndugleikaútinnan stovnsins eyðmýkt og varisliga, serliga í friðingarmálum, har talan er um inntriv í grundlógartryggjað rættindi. Har er alneyðugt, at fakfólk eru før fyri at grundgeva fakliga nøktandi fyri avgerðum, og eg seti høg krøv til hetta og taki stig, um eg kenni á mær at tað er neyðugt. Til atfinningarnar, um hansara persónliga atburð, svarar stjórin, at Tað er ógreitt fyri mær, hví sagt verður, at Stjórin hevur ein persónligan atburð, sum skapar ótryggleika. Eitt nú kann hann koma brestandi inn til starvsfólkini sum sita og arbeiða. Eisini kenna fólk seg traðkaði á. á fundum kann hann vísa, hvat hann meinar, við at blunda og suffa, og viðhvørt kann hann vera beinleiðis intimiderandi í síni medferð. 61 Tað liggur langt frá mínum lyndi at vera hóttandi, og eg meti útsøgnirnar vera sera ófólkaligar og uttan orsøk. Sum stjóri meti eg meg tó hava rætt til at vita, hvørjum starvsfólkini arbeiða við, og eisini kunna krevja, at mál verða sett, eins og tað er mín skylda at ansa eftir, at avrik verða fylgd upp, og at starvsfólk útinna uppgávur sínar á nøktandi hátt. Fundur í Mentamálaráðnum Tey á Náttúrugripasavninum, sum høvdu sent skriv 19. januar og biðið um fund, fingu fund við landsstýriskvinnuna tann 27. januar 2016.126 Her skal fundarfrásøgnin verða endurgivin í síni heild: Landsstýriskvinnan bjóðaði vælkomin og vísti á, at tað er við vón um at tað fer at bera til at koma til eitt felags forstáilsi og stev, at starvsfólkini á Náttúrugripasavninum eru boðin á fund. Anna Maria Fosaa legði fyri vegna starvsfólkini á Náttúrugripasavninum (NGS) og segði, at skrivið tey hava sent MMR, er eitt neyðarróp. Hon segði at starvsfólkini í útgangsstøðinum tóku væl ímóti ætlanini um samskipan av felags uppgávum og styrkjan av fakliga virkseminum, so sum tað var lýst í álitinum um savnsbygnað frá september 2010. Tá farið var undir at seta Søvn Landsins á stovn, mæltu tey tó til, at farið ikki var ovskjótt fram, at leiðari var settur v.m. uttan at fígging fylgdi við. Anna Maria Fosaa greiddi eisini frá, at bæði hon og Jan Sørensen fyri nøkrum árum síðani tóku seg úr leiðsluforunum á Søvnum Landsins, tí tey hildu, at arbeiði har var frustrerandi. áðrenn samanleggingina var Náttúrugripasavnið ein vælvirkandi stovnur, men nú hoyrdist onki til NGS. Eingin konservator er settur aftur, skrivstovufólkið og savnslærarin, sum eisini tóku sær av fyrifallandi arbeiði, eru flutt til Søvn Landsins og eingir pengar eru at arbeiða við. Roknskapur og journalisering eru nú hjá fakfólkunum, og Landsnet er sett í verk uttan at atlit eru tikin til skipanirnir hjá NGS og uttan at NGS er tikið við upp á ráð. Heimasíðan hjá NGS er niðurløgd, og stjórin á Søvnum Landsins tekur sær sjálvur av heimasíðuni hjá stovninum. Hetta eru dømi, sum vísa á eina støðu, ið hevur staðið við í fimm ár. Leivur Janus Hansen helt, at stjórin er farin ov langt niður í fakøkini og sjálvur ger av, hvørjum virksemi starvsfólkini skulu taka lut í. Samskiftið riggar ikki væl. Sum dømi nevndi hann, at tá hann aftraði seg við at gerast KT-umboð, fekk hann svarið, at talan var um boð! Seinni var hann av stjóranum kallaður til fundar, har hann fekk at vita, at tað kundi fáa avleiðingar fyri hann, um hann ikki gjørdi eftir boðum leiðslunnar. Hann kendi tað sum eina hóttan. Leivur Janus Hansen segði seg væl vita, at stjórin hevði leiðsluheimild, men hann vildi vísa á, at hetta ikki var gjørt uppá ein skilagóðan máta. Starvsfólkini á NGS vístu á gegnistrupulleika við tað at stjórin á Søvnum Landsins og aðalstjórin á MMR eru svágrar. Starvsfólkini hildu, at hetta hevði við sær, at fólk aftra seg við at umrøða støðuna á stovninum. Bjarni Mikkelsen vísti á, at stjórin er farin at detailstýra og at hann sjálvur finnur uppá loysnir, ið verða pressaðar niður yvir starvsfólk á stovninum. 126 Mentamálaráðið. Innanhýsis. Frágreiðing frá fundi við starvsfólk á Náttúrugripasavninum um viðurskifti á Søvnum Landsins 27. januar 2016. á fundi vóru Leivur Janus Hansen, Jan Sørensen, Anna Maria Fosaa og Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum, Andras Mortensen, Søvn Landsins, Rigmor Dam, Poul Geert Hansen og Armgarð Weihe, Máltal 16/00067-2. Fundarfrágreiðing AW. 62 Stjórin skal samskipa alt. Tey eru 50 fólk í starvi á Søvnum landsins, og tey hava ikki flutt seg ein tumma síðan stovnsetanina, verður sagt. Tað er harmiligt, og tí ræður um at definera trupulleikan. Jan Sørensen heldur, at støðan er munandi verri nú enn fyri 5 árum síðani. Tað var ein stórur missur, at tey mistu skrivstovufólkið í Kaldbak. Fyrr bar til at keypa hjálp til ymiskt, nú ber onki til. Landsnet er ein avmarkandi faktor fyri virksemið, og svartíðirnar hjá skipanini eru púra órímiligar. Starvið sum telduábyrgdarfólk ger eisini, at man verður konstant avbrotin. At seta krøv til at vísindafólkini luttaka í gerð av framsýningum, er at gera seg inn á sparsomu tíðina hjá teimum. Starvsfólkini á NGS meta, at dagarnir við psykologinum eru burturspiltir. Dagarnir hava ikki verið væleydnaðir og tey kendu seg hildnan fyri gjøldur. Støðan er ikki góð. Vit vóru ein vitanarstovnur, nú eru vit ein miðlanarstovnur, sigur Jan Sørensen. Tað hugar okkum ikki. Tað hevði verið gott, um vit kundu fingið betri viðurskifti og fingið tað at virka betri. Viðvíkjandi prosessini, sum er í gongd í løtuni, so meta starvsfólkini á NGS ikki, at tey rigga saman við Fornminnissavninum, og at man ger ein feil, um man samskipar tey undir einum leiðara. Støðan er stressandi og fólk hava tað ikki gott. Umstøðurnar eru vánaligar. Eingin leiðsla er á NGS í dag og støðan er akutt. Líkasæla er á stovninum. Sambært starvsfólkunum er tað serliga manglandi samskifti hjá stjóranum, sum er ein trupulleiki.Starvsfólkini á NGS eftirlýsa eina eksterna eftirmeting, har hugt verður eftir skipanini av stovninum og trivnaði. Niðurstøða Landstýriskvinnan tók samanum, og segði at hetta ikki var ein vanlig ella løtt støða, men hon vónar at hetta er nakað, ið kann verða loyst konstruktivt og í felag. Landsstýriskvinnan segði, at ein eftirmeting av Søvnum Landsins skal fremjast, har eisini mett verður um karmar og høli, men hon helt, at stovnurin fyrst eigur at koma á mál við prosessini, ið er sett í gongd. Málið verður nú viðgjørt í Mentamálaráðnum, har støða verður tikin til, hvussu farast skal víðari fram. í sambandi við henda fund er vert at nevna, at Fíggjarmálaráðið í innanhýsisskjali í sambandi við fund við Andras Mortensen skrivar, at Tað mest áhugaverda, sum kom fram á fundinum var, at Mentamálaráðið hevði havt fund við klagararnar tann 27. januar 2016, 7 dagar eftir at klagan kom, hóast MMR metir seg at vera ógegnigt.127 Fundur í Fíggjarmálaráðnum Eftir at Fíggjarmálaráðið hevði yvirtikið málið, vóru tey, sum klagað høvdu, á fundi við Fíggjarmálaráðið tann 12. mai 2016, kl. 13.00.128 á fundinum greiddi savnvørðurin Anna Maria Fosaa fyrst frá skrivinum frá Náttúrugripasavninum, tí tey vildu gera vart við støðuna, tí hon var vorðin 127 Fíggjarmálaráðið. Innanhýsiskriv, dagfest 24. februar 2016. J.Nr. 16/00094-5. Viðgjørt SF.128 Fíggjarmálaráðið. Fundarfrágreiðing frá fundi í Fíggjarmálaráðnum 12. mai 2015 kl. 13.00 í Miðhæddini. Møtt frá Søvnum Landsins: Bjarni Mikkelsen, Janus Hansen, Anna Maria Fosaa, Símun V. Arge, Tórávur Weihe og Jan Sørensen. Fyri Fíggjarmálaráðið: Snorri Fjalsbak, Súsanna Nolsøe og Bára Michelsen, ið var fundarskrivari. 63 keðilig eftir samanleggingina, og tí vildu tey koma í dialog við Mentamálaráðið. Fornminnissavnið sendi eisini skriv, tað fyrra førdi til fund við Mentamálaráði, men tað seinna ikki. Hon greiddi eisini frá, hvussu stjórin fyri Søvnum Landsins hevði gjørt sínar viðmerkingar til skrivini, og hvat tey høvdu svarað aftur. Tórálvur Weihe vísti á, at tað kundi tað sama havt verið eitt felagsskriv, sum sent var, og hann vísti á, at tað hevði verið ein ørkymlandi long prosess, sum hevði ført ótryggleika við sær. Fornfrøðideildin koyrdi illa og Símun V. Arge var farin í eina eldraskipan, og at eingin var komin í hansara stað. Hann helt, at arbeiðsgongdin var trupul, og vísti á atsøgufrøðingur og fólkalívsfrøðingur hava ymiska fatan til eitt nú fornfrøðingar og arkitektar, har søguligar leivdir í fysiska umhvørvinum hava stóran týdning, og hann ivaðist í, um tað er rætt við einum fólkalívsfrøðingi sum fyribils settan leiðara á Fornminnissavninum. Eisini vísti hann á, at stjórin disponerar uttan at inndraga og hoyra. Tað var frustrerandi. Nýggjar skipanir, sum eru ætlaðar fyrisitingi. Okkara skipanir detta niður ímillum. Alt sum verður gjørt, er eftir tørvinum hjá leiðsluni og ikki eftir tørvinum hjá deildunum. Mann kann ikki innføra EDV uttan at taka støði í tørvi og uttan at brúkararnir eru við í prosessini. Tað viðførir trupulleikar. Hann helt at tá stjórin á Fornminnissavninum var settur sum stjóri fyri Søvn Landsins, tyktist hann ikki at hava slept leiðsluni á Fornminnissavninumm men blandar seg í faklig mál á Fornminnissavninum, áðrenn tey eru løgd fyri hann. Hann nevndi eisini verumátan hjá stjóranum, sum hann helt vera versnaðan, og metodurnar førdu til trupulleikar, og har var ongin veruligur skrivstovustjóri, sum kann matcha stjóran. Til dømis verða hoyringar ikki gjørdar rætt. Tórálvur Weihe greiddi eisini frá, hvussu stjórin hevði savnað mestsum øll skrivstovufólkini undir fyrisitingini hjá Søvnum Landsins, og at Fornminnissavnið hevði mist tey, og at tað merktist, at man ikki hevði líka nógv fólk. Hann helt, at Tørvurin hjá leiðsluni verður tikin fram um tørvin hjá starvsfólkunum, og um arbeiðið segði hann, at tað er sjálvstøðugt og krevur yvirskot. Høgt stressniveau, og at mark er millum stjórnarskrivstovuna og okkum. Tað merkist, tá stjórin er burturstaddur. Arbeiðsklimaið er nógv betri. Janus Hansen á Náttúrugripasavninum gav Tórálvi Weihe rætt í mongum, og helt at alt var vorðið Langdrigið og ørkymlandi. Struktururin er ógreiður. Broytingar uttan man fær fylgt við. Organisatiónsdiagramm á heimasíðuni broytist uttan man veit av. Hann segði, at fólk í lítlan mun verða inndrigin i tað sum hendir, og tað førir við sær Minni yvirskot til fakligt arbeiði, sum sambært álitinum var tað sum skuldi styrkjast. Meiningin var at styrkja stovnin. Hevur øvuta effekt. Eisini vísti hann á, at journaliseringin lá áður hjá skrivstovufólki, men liggur nú hjá okkum. Vit hava ikki yvirskot til tað fakliga og tað lívfrøðiliga. Vit verða tikin av ræði. Til dømis, eftir at vit tosaðu um, hvørt vit høvdu orku at vera við til bæði Vísindavøku og Heystfagnað, fingu vit aftaná at vita, at vit skuldu vera við til enn ein dag, Altjóða Savnsdag. Stjórin ger av, hvat vit skulu gera á fakliga økinum. óheppið. Janus Hansen hevði eisini okkurt at finnast at í sambandi við heimasíðuna. Stjórin leggur sjálvur heimasíðurnar hjá upprunastovnunum saman. Tilfar verður burtur. Ov lítið inndrigin sum fakfólk um. Hvat skal vera á 64 heimasíðuni. Hann heldur at tey øll hava unik størv. Hvør í sínum lagi, Tí er tað umráðandi, at vit verða inndrigin, tí tað ávirkar okkum ymist. Fólkini frá Søvnum Landsins vildu koma á tal við Mentamálaráðið. Tey vilja gera vart við, at prosessin er eitt stórt problem og at leiðarin hevur forsterkað ta negativu prosessina. Símun V. Arge legði í hesum sambandi afturat, at í 2013 vórðu tey biðin í leiðsluhópinum at viðmerkja ætlanina um nýggja stovnin. Síðani hoyringssvar í 2014 í sambandi við lógararbeiðið hjá MMR. Øll starvsfólk á Fornminnissavninum skrivaðu undir. Harumframt skrivaðu teir tríggir deildarleiðararnir á Fornminnissavninum, har ein var settur leiðari, hvør sítt. Aftur lógararbeiði 2015. Síðan var felagsfundur við hoyringspartar á Landsbókasavninum. Og síðan serligur fundur, Náttúrugripasavnið og Fornminnissavnið, á MMR. Tað er nú fjórða ella fimta ferðin, tey royna at koma á tal við MMR. Drúgv prosess. Væntaðu at samanleggingin fór at taka eini tvey ár og at lógarverkið fór samstundis í gongd. Einki lógarverk er komið í gongd enn. Tá ið fíggjarmálaráðið spurdi, hví lógararbeiðið steðgaði í 2014, var teirra besta boð um grundina, er tann, at hoyringsskrivini verða almenn í tí løtu, lógaruppskot verður lagt fram, og tað vildi MMR ikki. Símun V. Arge: vit koma við kritikki og fyrisláa tilmæli, og so steðgar tað, tá ið stjórin noyðist at hava dialog. Stjórin sigur, at hoyringsskrivini eru hvassorðað, og tí steðgar dialogurin. Men sambært starvsfólkunum, so hevur dialogur ongantíð verið." í fundarfrágreiðingini verður samanleggingartilgongdin lýst í stuttum, men tað er longu lýst í hesi frágreiðing omanfyri, men í tí sambandi er tað, sum verður sagt um tilgongdina við organisatiónssálarfrøðingi, áhugavert: Stjórin skiftir so út leiðsluna á Fornminnissavninum og fer í eina tilgongd við sálarfrøðingi. Støðan er ring og øll skuldu til psykolog. So fara hesir dagarnir. Fundirnir við sálarfrøðingin eru ikki væleydnaðir. Fólk vildu illa taka orðið. Samskiftið var ein trupulleiki. Einki verður tikið upp aftur frá hesum fundunum. Síggja ikki meiningina. Summi halda, at eftir at lógararbeiðið miseydnaðist, hevur MMR sagt, at SL skal hava starvsfólkadagar. Psykologurin kemur inn við skeivum fortreytum. Hann er kunnaður av stjóranum, hvat hann heldur trupulleikan vera. Psykologurin er helst feilinformeraður. Upp á fyrispurning frá Fíggjarmálaráðnum, um hvat tey, sum klaga, vilja hava at Fíggjarmálaráðið skal gera, nú tey eru vorðin Mentamálaráðið, er svarið, at tey vilja hava stovnin at virka aftur. Hava betri umstøður. Tað sum skal til, er at tosa um tingini. Hvussu loysir man trupulleikarnar. Bakka aftur til støðuna sum var frammanundan. Hyggja at, hvat MMR vildi. Kanska rationalisera við at koyra fyrisitingina saman. MMR kann siga, ok vit royndu, men starvsfólkini halda ikki, tað riggar og so kann man so siga, ok, hatta riggaði ikki. Har eru øki, sum man kundi samskipað beinanvegin (miðlar og tøkni). Men har er einki hent. Upp á fyrispurning frá Fíggjarmálaráðnum, um tey vilja hava eina eftirmeting gjørda, eru svarini: Símun V. Arge: Ja, tað haldi eg er øgiliga umráðandi. Eingin sigur ímóti, so tey tykjast at vera samd. Janus Hansen: Orsøkin til at vit siga, at ongar grundleggjandi broytingar skulu fara fram, er tí at vit meta, at tað er umráðandi at hava gott álit. Men álitið er farið. Ganga ikki út frá, at tað koma positiv úrslit úr broytingunum. Tí er at eftirmeta, áðrenn grundleggjandi broytingar verða gjørdar. 65 Anna Maria Fosaa: Ongin er at tosa við. Hava ongan góðan, sum lurtar eftir okkum. Símun V. Arge: Tað kom fram, tá ið aðalstjórin kallaði til fundar, at tað var greitt, hvønn hann hevði tosað við og lurtað eftir. Meta, at tað er ein trupulleiki, at teir eru so nær.129 Tey vísa til teldupostsamskifti millum stjóran og aðalstjóran í MMR 18. februar 2016, geva FMR avrit at leggja í málið. Gjørdu vart við, at tey vóru opin og ikki negativ, men her kom stjórin á Søvnum Landsins til ein aðra niðurstøðu. Nú sita vit her 5 ár seinni, uttan lógarheimild og eingin leggur í tað. Einki verjir okkum. Alt er tilvildarligt. Meina at ivasamt er, um lógarheimild er fyri tí, sum er gjørt. Savnslógirnar eru enn galdandi. At enda á fundinum varð tosað um, hvat nú fór at henda, og Súsanna Nolsøe spurdi, um tey kenna tað sum eitt álitisbrot, tá ið stjórin kontaktar stovnsleiðararnar og ikki deildarleiðararnar? Svar: Nei, brotið er, tá ið hann segði, at tað ikki má fara víðari. Internt álitisbrot. Deildarleiðararnir hava rætt til at vera partur av tí, sum hendir. Símun V. Arge sigur, at fyrr hevði man fastar fundir, men man kunnaði á ymiskum niveauum. Tá hann fór, so fór tað eisini. Hevur skapt spjaðing og ótryggleika. Tey hava ikki álit á, at tað verður kommunikerað til MMR, tá ið vit sum fakbólkur hava tørv á onkrum, at tað verður kommunikerað uppeftir. Tosað varð um fíggjarligu støðuna. á Náttúrugripasavninum vita tey ikki játtanina. Ongan konservator. Kunnu ikki kalla okkum eitt savn. Ein fór, eingin komin afturfyri. Roknskaparfólk hava vit ikki at venda okkum til. Tey minna FMR á, at hoyringssvarini til gjørda lógararbeiðið liggur onkustaðni á MMR. Umráðandi er at fáa antikvariska lógarverkið upp á pláss. Tey ivast í, hvussu nógv er gjøgnumtonkt. * Niðurstøðan hjá Fíggjarmálaráðnum tann 14. juni 2016 um samanleggingina av Søvnum Landsins er henda: Søvn Landsins var skipað sum stovnur 1. januar 2011. Stovnarnir, sum vórðu lagdir saman vóru: Føroya Landsskjalasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Náttúrugripasavn, Føroya Fornminnissavn og Havlívfrøðiliga Royndarstøðin. At skipa fyri samanleggingini varð settur Andras Mortensen. Lógararbeiðið, sum Mentamálaráðið skuldi gera, steðgaði av onkrari orsøk í 2014. Nú komu tvey skriv frá 6 starvsfólkum til Mentamálaráðið í januar og februar 2016. Viðgerðin av skrivunum var vegna ógegni løgd til Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið hevur fingið skrivligar viðmerkingar frá starvsfólkunum og stjóranum, og Fíggjarmálaráðið hevur verið á fundi við stjóra og starvsfólk. Tað tykist greitt, at í samanleggingartilgongdini hava verið 129 Sum tað sæst av samrøðunum við stjóran á Søvnum Landsins í samrøðunum við stjóran og deildarleiðaran seinni í hesum áliti og við telefonsamrøðu við aðalstjóran í Mentamálaráðnum tann 25. oktober 2016, so avsanna báðir, at teir hava viðgjørt mál sum hava við Søvn Landsins at gera, og hava mestsum heldur ikki tosað um tað privat. Tað sum aðalstjórin hevur havt við málið at gera, er at hann hevur verið á fundi við klagaranum á hægsta stigi saman við landsstýriskvinnuni og saman við Mentanardeildini, sum er tann deild ið frá byrjan hevur havt við samanleggingina av Søvnum Landsins at gera. 66 samstarvstrupulleikar. Fíggjarmálaráðið hevur ikki roynt at finna út av, hvør hevur høvuðsábyrgdina av samstarvstrupulleikunum. Tað er eisini greitt, at Mentamálaráðið ikki hevur gjørt sítt arbeiði. Tað kann eisini staðfestast, at samanleggingartilgongdin er kollsigld. Meira enn 5 ár eru farin, og enn er ikki talan um ein vælvirkandi stovn. Tvey starvsfólk hava skrivað: ...mæla staðiliga til , at samanleggingartilgongdin verður eftirmett, áðrenn grundleggjandi broytingar verða framdar, og vísa til viðmerkingar til samgonguskjalið, har sagt verður: Søvn Landsins verða endurskoðað... Fíggjarmálaráðið hevur gjørt av, at samanleggingartilgongdin skal eftirmetast, og at meðan tað verður gjørt, verða ikki framdar grundleggjandi broytingar. Fíggjarmálaráðið heldur, at finnast skal ein óheftur persónur, helst væl lærdur við skili fyri arbeiðinum á nevndu stovnum. Til at gera hesa eftirmeting hevur fíggjarmálaráðið sett Jóan Paula Joensen, professara. Hann fer undir sínum arbeiði at vísa til Fíggjarmálaráðið, men hann fær alla ta hjálp, hann biður um úr Mentamálaráðnum, úr Søvnum Landsins og úr Fíggjarmálaráðnum."130 130 Fíggjarmálaráðið. Innanhýsis. 14. juni 2016, J.nr. 16/00094.34, Viðgjørt SF. 67 Samrøður við starvsfólk á Søvnum Landsins og í Mentamálaráðnum Frammanfyri er lagt tað fram, sum er at finna í tí skrivliga tilfari, sum eg havi fingið innlit í á Søvnum Landsins, í Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum. Fyri at fáa eina fjølbroyttari lýsing, hevur tað tí verið tosað við starvsfólkini á Søvnum Landsins. í hesum sambandi hevur tað týdning, at samrøðurnar eru gjørdar, eftir at Søvn Landsins hava verið fyri mannarópinum í fjølmiðlunum, eftir at 5 fólk á Náttúrugripasavninum og 2 fólk á Fornminnissavninum høvdu klagað, og at Fíggjarmálaráðið á fundi 14. juni 2016 var komið til ta niðurstøðu, at Tað er eisini greitt, at Mentamálaráðið ikki hevur gjørt sítt arbeiði. Tað kann eisini staðfestast, at samanleggingartilgongdin er kollsigld. Meira enn 5 ár eru farin, og enn er ikki talan um ein vælvirkandi stovn. Tað var henda politiska veruleika, at fólk skuldu forhalda seg til, nú eftirmetast skuldi. Hugsast kann, at alt hevði kunnað verið sinniligari, um eftirmetingin varð framd undir øðrum umstøðum. Sum er, kenna kanska bæði starvsfólkini og stjórin sjálvur, at tey hava eitt damoklessvørð hangandi yvir høvdinum. Samrøðurnar við starvsfólkini í síni heild eru gjørdar sum leysligt strukturerað prát um tað, sum bæði eftirmetarin sjálvur og tey fólk, sum tosað hevur verið við, hava hildið vera av týdningi fyri at kunna lýsa málið rímiliga væl. Eftirmetarin hevur spurt, og Bára Michelsen hevur skrivað upprit ella fundarfrásøgn eftir hvørt samrøðuumfar. Uppritini eru síðani send teimum, sum tosað hevur verið við, til viðmerkingar. Samrøðurnar við leiðaran og deildarleiðaran á Søvnum Landsins og við fólk í Mentamálaráðnum hevur eftirmetarin gjørt einsamallur. Uppritini frá samrøðunum eru eisini í hesum førum send teimum, sum tosa hevur verið við til viðmerkingar og suppleringar. í uppritunum hevur verið roynt at dylja samleikan hjá teimum einstøku starvsfólkunum, men tað hevur verið torførari at gera tað, tá ið tað hevur verið leiðslufólk, sum talan er um. Tað er nú einaferð so, at alt ongantíð kemur við í eitt referat ella upprit, men tað er hinvegin eisini nógv, sum verður fatað ella internaliserað í medvitið hjá tí, sum spyr, men sum ikki er komið niður á pappírið, men sum kortini telur við í fatanini av viðurskiftunum. Uppritini eru av etiskum orsøkum ikki arkiverað, men eru bert í varðveitslu hjá eftirmetaranum. áðrenn farið varð undir tær formligu samrøðurnar, var prátað við úrvald fólk á Søvnum Landsins fyri at kunna fyrireika eftirmetingararbeiðið og stilla antennurnar, men okkurt av tí, sum tá varð sagt, er eisini komið til nyttu í sjálvari eftirmetingini. Tað er altíð so, at tað er ein rúgva av redundantari informatión í slíkum samrøðum. Roynt hevur verið at solda tað frá, sum ikki varð hildið at hava so stóran týdningin, samstundis sum tað hevur verið roynt at lýsa tað, sum sagt varð, so loyalt sum gjørligt, so at tað er søgan forteljingin hjá starvsfólkunum, sum kemur fram, men tað sagda er av etiskum atlitum skrivað eitt sindur meira diplomatiskt, enn tað varð sagt. í summum førum hevur eisini verið neyðugt at 68 gera ógreitt greiðari, fyri at tann rætta meiningin skal kunna koma fram, av somu orsøk er nógv stytt og redigerað, so at tað er vorðið lættari at lesa og fata. Tað er nú einaferð so, at ein samanskriving ongantíð verður annað enn eitt modell av tí, sum varð sagt, og tað kann bæði hava verið sagt eitt og annað av týdningi, sum óansað er farið framvið, og okkurt kann eisini vera misskilt, tí nógv ið sagt verður, er undirskilt og ikki altíð fatað av okkum, sum koma uttanífrá, men soleiðis eru korini. Fólk á Fornminnissavninum Fyrisitingin ella umsitingin á Fornminnissavninum sóu fólk í fyrisitingini fyri sær ein heilt annan stovn, og upplivdu tey tað, sum varð lovað teimum á fundinum í Norðurlandahúsinum, sum positivt. Tey hildu tað fór at verða spennandi, serliga tá ið pengar skuldu fylgja við. Tá sóu tey fyri sær góð nýggj hølisviðurskifti og góð goymslurúm, men har hendi einki. Stjórin mátti sjálvur royna at loysa hølistrupulleikar, sum frægast. Eina tí var gamli miðnámsskúlin í Hoydølum upp á tal sum savn, men tað vita tey einki meira um ella hvat síðani er hent í tí sambandi, siga tey. Tað varð sagt í Norðurlandahúsinum á savnsfundinum í 2010, at vit hava lært av hinum samanleggingunum, og henda skal vera fyridømi fyri allar aðrar. Tað sá so spennandi og ljósareytt út, til stjórin boðaði frá, at eingir pengar komu at fylgja við, heldur ikki lønin til hann sum stjóra, hóast at tey øll vóru greið yvir, at ein samanlegging fór at kosta. í fyrsta umfari kendu tey tað kortini ikki sum teirra borð. Tað var ikki fyrr enn aftaná, at tey sóu, hvat tey vóru slept uppí, og so var tað bara eldsløkking hjá stjóranum at fáast við á øllum søvnum landsins. Tað álitið, sum tey hildu vera spennandi, tað lesa tey nú aftaná sum ein gysara. Starvsfólkini vóru samd um, at Fornminnissavnið fungeraði væl áðrenn samanleggingina, og at tað var eitt gott arbeiðspláss. Alt broyttist radikalt aftaná, tí samanleggingin í eina fyrisiting førdi við sær nógvar nýggjar tekniskar skipanir, og øll hini samanløgdu, tey skuldu nú eisini bindast í Totalview. Tey vóru á Fornminnissavninum klár í 2012, men tað kendist sum eitt tungt arbeiði at fáa alt bundið saman og fáa fólk á hinum deildunum at akseptera tað. Tað var eisini tungt, tá ið tað um tað roknskaparliga ráddi, tí nú skuldi man hava loyvi bæði her og der. Tað kom so alt undir eitt stovnsnummar. Tey kenna nógvar av teimum nýggju loysnunum sum eina pengamaskinu, tí bæði Totalview og 360° kosta nógv. Tey skulu t.d. gjalda Landsneti eitt heilt ársverk. Um tey høvdu ein teldukønan í húsinum, so hevði tað kanska verið betri, men tað tykist at vera umsitingarliga tungt allastaðni hjá landinum, hildu tey, ikki bara hjá teimum, við teimum nýggju skipanunum. Tey hildu, at skipanin Totalview hevði verið genial, um øll nýttu hana rætt. Tað er gott hjá fyrisiting at vita, um fólk eru tøk ella ikki. Um skipanin bara skal brúkast til at halda skil á, nær fólk eru til arbeiðis, so er tað fínt, men tað er nú einaferð so, at fólk ikki altíð eru við telduna og tasta seg inn, og summi eru meira kreativ at nýta Totalview enn onnur, Skipanin burdi bara havt gildi til at stempla inn og út og ikki til upplýsing av tímum. Tann nýggja heimasíðan tykist ikki at hava fingið so gott orð á seg, og nógv starvsfólk brúka hana ikki, varð sagt. Fólk, sum ringja inn, tey finna ikki út av henni, og har eru nógvir feilir í eisini. Fólkini í fyrisitingini vistu ikki heilt at 69 siga, hvør hevði ábyrgdina av heimasíðuni, men gingu út frá, at tað var stjórin og tann, sum hevði designað hana. Kunningin um nýtsluna av heimasíðuni hevur ikki verið so góð, og tey vita ikki rættiligani, hvør leggur tíðindi út, søgdu tey. Tey í fyrisitingini halda, at tey á teimum gomlu stovnunum ikki eru so glað fyri, at øll fyrisitingin er savnað á einum stað, men tað var upprunaliga meiningin við samanleggingini, og tað var sagt beinleiðis av Mentamálaráðnum. Fólk úti á teimum gomlu stovnunum eru tí sínir egnu skrivarar í dag og hava ikki í so máta somu servis sum fyrr, tá ið skrivari var. Summi gera tað, sum tey skulu gera, uttan størri hóvasták, hjá øðrum fellur tað meira tungt. Tað tekur tíð hjá teimum, tí nógv hava ikki lært seg skrivstovuarbeiði, Tað er tí vorðið meira rótut enn gott er, tað at vanligt skrivstovuarbeiði er koyrt út til fakfólkini, tað kostar eisini, nú akademikararnir skulu gera slíkt fyri teirra løn. So rópa tey um hjálp, og so skulu vit standa uppi yvir teimum. Ivasamt er tí, hvussu nógv tað sparir. Leiðararnir hava eisini búskettábyrgd, og tað veldst um, hvørjum stovni tey koma frá, hvussu væl tey duga at hava tað, men skipanin er batnað, men tað má fylgjast væl við alla tíðina. Tey siga í fyrisitingini, at tey hava ein politiskan arbeiðsgevara, og hetta varð tað man fekk boðið við samanleggingini. Um tey høvdu kunnað valt, so høvdu tey helst ikki viljað verið løgd saman, sum tað er blivið. Tey halda kortini ikki, at tað slepst uttan um tey politisku systemini, men ein betri fyrireiking frá politiskari síðu av samanleggingini, tað hevði havt lætt nógv um tað, sum kom aftaná. Naivt at billa sær inn, at tú kanst leggja nakað saman og spara uttan at gera nakað fyrireikandi. Har hevur tað haltað mest. Tey endaðu við at ásanna, at tey øll eru góð við stovnin, men hølisviðurskiftini mugu vera í ordan og lógarverkið við, og so mugu tey vita, hvønn veg tað ber í framtíðini. Sagt varð eisini, at tey hildu, at atferðin hjá summum persónum er vorðin broytt eftir samanleggingina, og tey halda eisini, at atferðin hjá summum av teimum sjálvum eisini er broytt eftir samanleggingina, uttan at tilskila nærri hvussu.131 Savnvørðir, arkitektur og konservator í samrøðuni við fakfólkini á Fornminnissavninum varð víst til álitið frá 2010 og ta peningaupphædd, sum var lovað at fylgja við í samanleggingartilgongdini. Ein upphædd sum upprunaliga var 1,9 mió. kr. og seinni lækkað til 1,3 mió. krónur, men einki kom nakrantíð, og nú eru 6 ár síðani, tað varð lovað, men einki hendir. Konservatorurin tók mest orðið í sambandi við verkstað og konservering og var meira tigandi undir hinum partinum. Vónað varð, at konserveringin og ein felags goymsluverkstaður skuldi uppstigast, tí at skjøl, bøkur, málningar og siðsøguligir og fornfrøðiligir gripir krevja hvør sítt. Tað er upplagt at samstarva á hesum øki, og tá mugu tær fysisku rammurnar vera í ordan. Tað hevði verið ein sparing, um man fekk tær funktiónirnar lagdar saman. Tað mótsetta hendi tíverri, tað kom at verða ein niðurlaging av konserveringsøkinum. Víst varð á, at her kundi verið eins væl samstarvað uttan samanlegging, tí har hevði tað verið heilt natúrligt at arbeiða saman. Fyrr vóru 3 fólk, sum samstarvaðu um konservering, nú eru tvey dottin burturav. Sum er, hevur konservatorurin á Fornminnissavninum fingið meira kontakt við hini søvnini, so hennara arbeiðsbyrða er vorðin størri, men fyri Søvn Landsins sum heild er farin fram ein niðurlaging av konserveringini. Lønin til tey ósettu konservatorstørvini er farin til at tippa onnur hol, tí Søvnum Landsins 131 Upprit nr. 1. 1. september 2016. Skrivstovufólk og fólk í dagligu umsitingini. 70 manglar pening, men um goymslurnar ikki eru í lagi, so kemur tað aftur um brekku seinni. Verkstað, goymslur og fyribyrgjandi konservering er neyðugt á einum savni. Tað kom eisini fram, at tað ikki longur var heilt greitt, hvar konserveringin hekk í skipanini. Fyrr var konserveringin á Fornminnissavninum ein partur av fornfrøðideildini, men nú er óvist, hvar konserveringin hoyrir heima, men gerandisdagurin er ikki broyttur, uttan at meira er komið afturat. Tað tykist ikki at vera greitt, hvat man vil við konservering og tí sum hongur uppi við henni. Tað var greitt, at tað varð raðfest á fundinum í Norðurlandahúsinum, men her er man ikki komin víðari. Har mangla ressursir. Goymsluviðurskiftini eru vánalig og verkstøð mangla totalt. Uppskot var um at hava eina høvuðsgoymslu í Brekkutúni, men tað er alt ov lítið; man gloymir, at man hevur 50 bátar, og teir fylla. Skjalasavnið fyllir eisini. Landsbókasavnið og Skjalasavnið eru so full, og har manglar eisini pláss. Komið varð eisini inn á heimasíðuna, sum ikki varð hildin at vera brúkaravinarlig og avmarkað, tí alt er á føroyskum, og tey vita ikki rættiliga, hvør redaktørurin er, varð sagt. Totalview fekk heldur ikki blíð orð, tí tað vísir seg, sum ein segði, at fólk arbeiða meira enn tað, sum verður skrásett. Fólk eru vorðin tíðartrælir. Totalview er eitt irritatiónsmoment. Hví hava eina skipan uttan konsekvens, varð eisini sagt. Prátið kom eisini inn á Landsnet. Landsnet er tað primera systemið, og tað gevur savnsarbeiðinum trupulleikar. Smáprogramm til gransking kunna ikki heintast av tí, har skal administrator til at góðkenna og directoryini blivu yvirskrivað av Landsnet. Data verða bara bjargað tilvildarliga, tí tey hvørva. Stovnurin burdi behandlað data síni betur. Problemið er, at Landsnet ikki passar til granskingarstovnar. Tað er beroknað til fyrisiting og umsiting. Tað fungerar ikki til tað fakliga arbeiðið, varð sagt. Eitt annað irritatiónsmoment tykist at vera journaliseringin, tí í gomlum døgum var ein journalleiðari, sum journaliseraði alt. Við journaliseringsskipanini 360° skulu øll nú journalisera. Tað kostar tað dupulta, og tey brúka dupulta tíð upp á tað, sum nú er, og renna seg í trupulleikar, sum man ikki kann loysa her og nú, og so gloymir man tað bara aftur. Tað verða skaptir óneyðugir trupulleikar, tí viðhvørt verður journalleiðarin biðin um at stovna mál, og tá hevur stjórin longu gjørt tað, tí hann hevur ikki tíð at bíða.Ymiskt er eisini, hvussu fólk journalisera; tá ið journalleiðarin varðaði einsamøll av tí, tá var konsistensur í, nú er kaos. Detta í heilum á skjøl, sum man ikki burdi, tí tey eru ikki har tey eiga at vera, tí fleiri stovnar brúka sama adressukartotek. Pedagogisk atlit eru ikki tikin í sambandi við skipanina. Starvsfólkini eru tveitt út í tað, uttan vegleiðing um, hvussu man brúkar skipanina. Vita ikki, hvat skal skrásetast, og hvat ikki skal skrásetast. Skipanin er kringlut, og tey vildu helst sloppið undan. Trupulleikin er, at tey onga upplæring hava fingið implementeringin og upplæringin er tilvildarlig, halda tey, tey áttu at havt fingið undirvísing. Eitt, sum heldur ikki fall í góða jørð hjá summum, er, at tað er flutt uppá kassar fyri at fáa ein bygnað, men tað broytist í heilum. Soleiðis, sum tað gamla systemið var, hevur málsviðgerð og myndugleikaviðgerð kanska verið ov tætt saman, men í dag er tendensurin, at stjórin á Søvnum Landsins tekur Fornminnisnevndina uppí, so myndugleikaviðgerðin er ikki vorðið minni tøtt. Stjórafunktiónin gevur sjálvandi leiðslurættin, men tað vóru teir í bólkinum, sum halda, at tað er misbrúk at brúka hann, sum tað verður gjørt. 71 Stjórin hevur sjálvur alt inni í høvdinum, men hann hevur ikki fólkini við, varð sagt. Vit, sum hava verið so leingi, vit vita, hvussu skipanin eigur at vera, men onkur ungur, sum kemur inn í skipanina, sum hon er nú, kann halda, at so eigur tað at vera, og kemur at síggja tað øðrvísi, nakað soleiðis segði onkur. Tað varð sagt, at við samanleggingini skuldi tað fakliga innihaldið styrkjast og aktiverast, men summi teirra halda seg merkja at stjórin er meira maðurin hjá Mentamálaráðnum enn okkara maður.Aðrir standa upp fyri fakøkini og verja tey. Spurningurin um hugtakið tjóðsavn var eisini til umrøðu. Tey vita einki um Tjóðsavnið ella hvat tað er fyri ein konstruktión. Alt fyrigongur í høvdinum á stjóranum, uttan at tey vita, havt hann hugsar. Struktururin broytist alla tíðina, og tey duga ikki at fylgja við. Upprunaliga tosaði man um eina miðladeild/kunningardeild, sum skuldi raðfestast, men har er ikki hent tað stóra. Landsbókasavnið og Landsskjalasavnið eru ikki komin við í broytingini, tey tykjast at koyra, sum tey plaga bara. Fornminnisdeildin tykist at hava goldið fyri seg. Spurningurin um gegni varð eisini umrøddur. Summir hildu, at stjórin og aðalstjórin hava sitið ov tætt. Sakna røddina hjá øðrum embætisfólkum i málinum. Samskiftið er bara millum aðalstjóran og stjóran. Hava varhugan av, at kontaktpersónurin hjá stjóranum er aðalstjórin. Aðalstjórin er ov nógv uppií, hann átti at litið tað upp í hendurnar á deildarstjóranum á Mentamálaráðnum at tikið sær av Søvnum Landsins. í samrøðuni varð eisini komið inn á fornfrøðiliga grevstrarvirksemið. Sagt varð, at tað er ikki so nógvur fornfrøðiligur neyðgrevstur í løtuni, tí tey fáa fáar ella næstan ongar fráboðanir longur. Trupulleikin hevur flutt seg, nú tað eru størri maskinur og annlegsarbeiði, sum eru í gongd, og entreprenørarnir síggja ikki so væl longur. í sambandi við tunnilin til Viðareiðis, hava tey fingið tíð til tað, men ofta verður Fornminnissavnið drigið alt ov seint uppí, tá ið arbeiðir fara fram. Fráboðanir og samskifti millum partar og almennar stovnar er ikki komið upp á pláss enn. Upplýsing um arbeiði, sum fara í gongd, eiga at koma í góðari tíð. Kloakkgrevstur í Føroyum er eitt nýtt mál, sum eisini krevur fornfrøðiligt eftirlit. Hava onkrastaðni grivið 14 km av veitum, uttan at tey á Fornminnissavninum vita av nøkrum. Koma for seint uppí. Landsumsiting burdi verið meira koordinerað hjá landinum, eisini tá ið tað kom til tað antikvariska. Tey høvdu væntað, at lógargrundarlagið innan savnsøkið fór at fylgja við menningini í landinum, men so er ikki. Tey greiddu eisini frá, hvussu tey sóu søguna forteljingina um samanleggingina: Ein stjóri verður settur, og man væntar, at ein lógarheimild kemur, men 5 ár seinni er eingin lógarheimild komin. Søvn Landsins verða umstrukturerað uttan dagførda lógarheimild. Tað einasta, sum kundi verja starvsfólk, eru tær gomlu savnslógirnar. Summi teirra vildu tryggja sær, at savnslógir vardu tey fyri, at stjórin kundi gera sum hann vildi. Onkur helt ikki, at tað var álitisvekjandi, at stjórin fær carte blanche frá Mentamálaráðnum at gera sum hann vil. Fýlst verður á, at stjórin ikki hevur tikið hoyringsskrivini upp yvir fyri starvsfólkunum. Tey siga, at tey hoyra aftaná, at tey eru ímóti samanleggingini. Komu bara við viðmerkingum, segði onkur, sum tey vildu hava diskuterað, men hoyrdi einki aftur. Alt steðgaði upp; tá ið man kemur til ein trupulleika, so steðgar man upp og fer ein annan veg. Trupulleikin verður ikki tikin upp og loystur saman. 72 So koma psykologumfør, og hann, psykologurin, hann hevði fingið skeivan arbeiðssetning frá stjóranum. Tað bleiv til, at tosað varð um avrikssáttmálar og um at fáa effektivitetin upp. Ongantíð varð rørt við, at tað ikki fungeraði við samstarvinum og dialoginum. Nær fara vit at tosa um arbeiðsbýtið? Hví kann stjórin ikki tosa við okkum um arbeiðið uttan psykolog? varð sagt. Trupulleikin var, siga tey, at psykologurin hevði stjóran undir liðini alla tíðina, og tað sendi út tað signal, at hann fyrst og fremst var stjórans maður. Er tað stjórin, sum hevur psykolog til sína síðu, og hvar vóru vit tá? Illviljin vaks, í staðin fyri at tað bleiv brúkt konstruktivt. Tað var heilt til grin. Eitt tigandi selskap, har lítið ella einki varð sagt. Psykologurin var so frekkur, at hann segði, at hann føldi, at vit høvdu trupulleikar við hvørjum øðrum, segði onkur. Tað, sum stjórin uppfatar sum dialog, uppfata tey starvsfólkini ikki sum dialog. Mentamálaráðið fyriheldur seg til ein stjóra, sum altíð hevur rætt. Tey høvdu ynskt, at man fylgdi álitinum. Víst varð á, at skipanin skal koma at standa í lógini og ikki bara í kunngerð, tí tað gjørdi summi teirra nervøs. Spurt varð, hví bókasavn og skjalasavn skuldu undir hesa paraply, har hendi ikki tað stóra. Tað sá heldur út, sum um tað galt eina umstrukturering av tveimum stovnum í staðin fyri fýra stovnum Náttúrugripasavninum og Fornminnissavninum. Røddir vóru eisini, sum fýltust at, at tað stóð í løgmansrøðuni, at arbeitt verður við eini savnslóg, uttan at tey vistu tað, skilja ikki, at man kann taka tað upp til viðgerðar uttan at viðgera klagurnar eisini. Undrast verður eisini á, at man ikki hugsar tankan um eina eftirmeting eftir eina ávísa tíð, og um tað er rætt at eftirmeta í prosessini. Tey eru bara klamsaði saman, ein stjóri settur í fast starv, tað er tað. Tikið varð fram tað, sum stendur bls. 12 ff. í álitinum. Har er nakað at fara eftir. Tað, sum har stendur, høvdu tey kunnað livað við, helt onkur á fundinum. Tað varð ført fram, at tað varð ov lítið kunnað á Fornminnissavninum. Fyrr høvdu tey starvsfólkafund eina ferð um mánaðin. Tey hava eftirlýst tað síðani, tað eksisterar ikki longur. Um tey bøna og biðja, so verður tað kanska ad hoc, hava havt onkrar fundir. Tað hava tey, varð sagt. Tað verður ikki kommunikerað til tey, sum varða av fornfrøðideildini, hvat sum møguliga er broytt. Savnshjálparin er eina løtu undir fornfrøðinginum, og eina aðra løtu hevur tann setti leiðarin fyri Fornminnissavninum ábyrgdina av starvsfólkunum. Halda, at sjálvur kommandostruktururin á Fornminnisavninum er ógreiður. Fyrrverandi leiðarin á Fornfrøðideildini sigur, at hann hevur bygt eina deild upp, sum nú verður niðurprioriterað. Teir, søgufrøðingarnir, hava ikki skil fyri tí eingin strukturur. Jassarnir oyðileggja tað totalt. Siga, at man skal grava í Koltri uttan at spyrja fornfrøðideildina fyrst. Ein ótryggleiki valdar. Savnshjálparin er ikki undir nøkrum, sjálvt um hann er settur á Fornfrøðideildini. Samskiftið innan deildir er eitt stórt problem. Gamli leiðarin er tikin burtur, og alt verður lagt á einasta fornfrøðingin á deildini. Tvey størv eru løgd saman í eitt, og ein persónur hevur alla ábyrgdina, men har er eingin deild, hon er horvin, sum er. Til tað er at siga, at fyrrverandi deildarleiðarin á fornfrøðideildini er farin í eina eldraskipan við serligum uppgávum og vísir til stjóran á Søvnum Landsins, men tað hevur eisini fíggjarligar avleiðingar, tí nú manglar ein løn til ein deildarleiðara. Spurningurin um leiðsluna hjá stjóranum fyri Søvnum Landsins varð eisini borin upp á mál. Tað varð sagt, at stjórin uppførir seg annarleiðis nú eftir 73 samanleggingina, enn hann gjørdi fyrr. Atburður hansara hevur ikki latið upp til fortróligheit. Fyribilssetan av starvsfólkum fer fram alla tíðina, so eingin veit, hvat er upp ella niður. Tað er ikki mennandi, tekur ov langa tíð og bara brýtur niður. Ressursirnar eru minkaðar frá 13 starvsfólkum niður til 8. Tað fyrsta er at syrgja fyri, at fólkið fær heimildir, titlar og tað, sum hoyrir til, fyri at vita, hvar tey standa í einum strukturi. Nú eru bara 3 í leiðsluni við somu bakgrund, søgufrøðingar, varð sagt. Har er ein faklig óbalansa á Søvnum Landsins í løtuni, helt onkur. Síðstu árini hava tey sagt, at tey mugu seta fólk við. Prosessin má í gongd nú, tí fólk fara at eldast. Fornminnissavnið er tann av gomlu stovnunum, sum hevur latið mest ressursir til Søvn Landsins, bæði pengar og starvsfólk. Hava latið mest og fingið minst burturúr. Um stjóran verður sagt, at hann er so skjótur og bráður, fær ikki fólkini (nóg skjótt) við sær. Blandar seg niður í petitessur. Tað er spurningurin, um tað er arbeiðið hjá einum yvirskipaðum stjóra at vera so nógv uppi í rutinumálum. Mælt verður til, at starvsfólkini fáa frið at arbeiða við sínum málum, so tað verður gjørt fakliga korrekt, uttan at koyra upp á eitt leiðsluprinsipp. Halda ikki, at tað, teir fakfólkini siga, verður tikið fyri fult í Mentamálaráðnum. Hava verið á fundi við tey, og tað er skelkandi at fáa at vita teirra fatan av støðuni.132 Savnsteknikarar Mótsett fólkunum i fyrisitingini, halda savnsteknikararnir á Føroya Fornminnissavni, at tað er eingin stórvegis broyting í teirra dagliga arbeiði. Teir gera tað, sum teir plaga, og teir arbeiða undir teimum, sum teir plaga. Teir halda, at tað mest hevur gingið út yvir skrivstovufólkini. Telduskipanina og journalisering hava teir einki við at gera, men hildu at Totalview var eitt sindur ringt í byrjanini, men man vandist við tað. Stjórin blandar seg ikki upp í teirra arbeiði. Hann er, sum hann plagar at vera, og teir duga ikki at síggja, at hann er broyttur nakað. Teir kundu kortini ynskt, at alt hetta fyribils skjótt kom upp á pláss, tí alt bíðar eftir øllum, men teir fáa gjørt teirra arbeiði fyri tað.133 Savnslærarar Savnslærararnir taka sær av skúlatænastuni, uppseting av framsýningum í ávikavist mentan og náttúru, men teir hava ikki sjálva ábyrgdina av framsýningunum. Annar teirra hevur náttúruna og hin mentanina, men teir arbeiða báðir saman. Teir kundu hugsað sær, at savnið kom at verða meira livandi við húsdýrum, kornvelting og øðrum, tí teir hava eitt gott øki rundanum. Umstøðurnar hjá teirri náttúrusøguligu framsýningini eru vorðnar betri, men arbeiðið, tað er voksið, og tað tykist teimum eitt sindur ógreitt, hvønn teir vísa til. áðrenn stovnarnir vórðu lagdir saman, vísti savnslærarin á Náttúrugripasavninum til leiðaran har, men nú er eingin, so teir spyrja bara stjóran, um tað er í lagi, sum teir gera, og so gera teir tað. Teir halda, at framsýningarnar eru vorðnar munandi betri, nú alt er komið saman, tað er vorðið lættari at arbeiða, nú báðir eru tættari við framsýningarnar og hvønn annan. Teir 132 Upprit nr. 4. Fundur 12. september 2016 við savnvørðar, arkitekt og konservator á Fornminnissavninum.133 Upprit nr. 2. 1. september 2016. Savnsteknikarar. 74 eru lærarar og ti vanir at arbeiða sjálvstøðugt. Teir passa seg og sítt. Teir journalisera ikki, men annar teirra hevur meira royndir við teldum enn hin, og hann hevur ábyrgdina av einum teldubólki og hjálpir til við teldutrupulleikum á savninum, um tað er neyðugt. Teir uppfataðu Totalview sum eitt sindur tvørligt í byrjanini, men nú er tað eingin trupulleiki, men tað er ringt at skráseta alt arbeiði hjá teimum, halda teir. Teir hava lítið við heimasíðuna at gera og halda, at eingin annar enn stjórin dugir at brúka hana. Annar teirra hevur roynt, men hon er ring at fáast við, hon er tvørlig, tí hon er so manuell. Dagliga arbeiða teir mest saman við savnshjálparunum og húsavørðinum, men teir sakna teir konservatorarnar, sum fyrr vóru á Náttúrugripasavninum, og teir sakna eisini teknikarar til framsýningarnar. Samstarvið millum savnshjálparar, konservatorin og húsavørðin gongur væl. Tað er, tá ið teir koma longur uppi, at trupulleikin liggur, har átti at verið meira skil í. Teir halda, at tað er synd, at stjórin skal misbrúka tíðina upp á samanleggingina. Hann er fakliga sera dugnaligur, men dugir, sum tað er vorðið, kanska ikki nóg væl við fólki, og ger ov lítið fyri at fáa tey við sær. Teir kláraðu væl upp við hann, men hini kenna hann kanska ikki upp á sama máta, tí tey eru ikki von at arbeiða saman við honum. Hann veit væl, hvat hann vil, men dugir ikki altíð at fáa tað nóg væl fram, og tá ið hann ikki hevur tol, so ger hann tað bara sjálvur. Hann burdi verið loystur frá hasum og sloppið at arbeitt fakligt. Problemini eru á brúnni og serliga á næstovastu rók, um hvør skal bestemma hvat. Um man tosaði ordiliga saman um tingini, so hevði man loyst trupulleikan. Men sum er, er tað sum um at tey ikki vilja loysa hann, trupulleikan. Teir komu eisini eitt sindur inn á Koltur, sum er ein steinur í skónum, tá ið tað um friðingarproblematikkin ræður. Savnslærararnir siga, at teir hava ofta droymt um, at framsýningin var ein eind fyri seg við egnum leiðara, soleiðis at ein avtala varð gjørd við fakfólkini um tilfar til framsýningina. Hildu, at í summum førum skuldi tað kunnað borið til at søkt um stuðul aðrastaðni til framsýningar enn bert at dúva upp á fíggjarlógina.134 Fólk á Náttúrugripasavninum Savnvørðir og granskarar Fakfólkini á Náttúrugripasavninum tóku støði í Náttúrugripasavninum. Tey søgdu seg at hava verið positiv mótvegis samanleggingini í síni tíð og hildu, at man kundi arbeiða saman um fyrisiting, verkstað, konservator og framsýningar. Tey søgdu frá byrjan, at áðrenn mann setti ein stjóra, so mátti mann seta seg niður og planleggja og ikki hurra tingini ígjøgnum og syrgja fyri at pengar komu við. Tey undirstrikaðu eisini frá byrjan, at tey ikki vildu hava ein stjóra innanífrá, og vístu til Umhvørvisdeildina, har tað gekk illa. Tey ynsktu, at mann tosaði saman á jøvnum føti longu frá byrjan, men tað gjørdi man bara ikki, varð hildið. Tey vildu hava eina rammulóg kring samanleggingina, og tað hevði ikki verið so kompliserað, men so varð farið at tosa um strukturar, og tá byrjaðu tey at seta føtur í spenni. Tilgongdin hevur nú verið í 6 ár, og mann veit ikki enn, hvussu struktururin kemur at verða. 134 Upprit nr. 3. 12. september 2016. Savnslærarar. 75 Komið varð eisini inn á hugtakið tjóðsavn. Fyri teimum er eitt tjóðsavn eitt fornminnissavn og ikki eitt náttúrusavn, men annars síggja tey tjóðsavn sum framsýningarnar. Tey eru ímóti, at Fornminnissavnið og Náttúrugripasavni verða sligin saman til eitt, sum skal eita Tjóðsavnið, men tey hava einki ímóti eini framsýning sum tjóðsavn, men tey høvdu dámað betur at havt sín egna identitet, eisini sum framsýning. Hildu, at hugtakið tjóðsavn varð vorðið so rótut, tí tey vistu ikki, hvat tað bar í sær. Ein spurningur, sum varð settur, var, hví tey sendu klagu til Mentamálaráðið. Tey søgdu, at tað vóru frustratiónir í gerandisdegnum, hildu seg ikki fáa virkað, sum tey eiga, og vistu ikki, hvar mann hekk, tí identiteturin var burtur. í leiðslubólkinum var ofta fundur, og teir vardu ein heilan fyrrapart, varð sagt. Tað, at mann sat har, tað var bara eitt eiti, høvdu onga ávirkan á, hvat hendi. Føldist sum tíðarspilla. Ein rúgva av fundum, men einki kom burturúr. Stjórin er av summum fataður sum ein rættiliga autoriterur leiðari, sum hevði síni uppskot greið frammanundan, so at tann generella viðgerðin á fundum av mongum varð uppfatað sum ein glantrileikur.135 Stjórin respekteraði tey ikki fakliga ella sum persónar, varð sagt. Til fundirnar hevði stjórin altíð eina langa skrá, starvsfólkini høvdu eisini mál, sum tey vildu hava á skránna, men tey blivu kveistrað burtur. Tók ikki uppskotini upp til diskussión. Stjórin spyr ikki um ein tann einasta fakligan spurning. Viðmerkingarnar, tey høvdu, vóru siðiligar, men hann tulkar tað, sum tey eru ímóti samanleggingini. Tá ið stjórin kom á fundirnar, so hevði hann tonkt málini ígjøgnum, og síðani presenteraði hann tað, mótspælinum lurtaði hann ikki eftir. T.d. fekk hann ymiskt góðkent í Mentamálaráðnum, áðrenn hann kom til starvsfólkini. Føla at hann er maðurin hjá Mentamálaráðnum og ikki teirra maður. Tey eru samd um, at tað skal okkurt annað til, fyri at fáa tað at fungera. Av tí at øll hava sagt seg frá sum deildarleiðarar á Náttúrugripasavninum, er tað stjórin fyri Søvnum Landsins, sum nú eisini er dagligur leiðari har. Tey hava onkrar fundir, einar 4 um mánaðin. Eisini hava tey sínar egnu fundir um felags viðurskifti, har er eingin leiðsla sum so. áttu at havt ein leiðara fyri stovnin, halda tey, men leiðari kostar pengar, og tað mangla pengar í systeminum. Teirra hugsan er, at stjórin hevur planir um at seta ein savnsstjóra, men hevur ikki pengar til at gjøgnumføra tað enn, og tí hevur hann ikki hug til at seta nakran fyribils, tað gevur rúm til at gera tað seinni, og so tók hann bara sjálvur við, meðan bíðað verður. Tey vístu á, at á gamla Náttúrugripasavninum eru nú bara 2 fólk eftir. Fyri 10 árum síðan vóru tað 11 fólk har. At einki skrivstovufólk er, er ein stórur vansi. Verandi støða elvir til óneyðugt samskifti, og tað sama er við journaliseringini, av tí at eingin skrivstova er á staðnum, spyrja tey, sum venda sær til stovnin, sjálvandi granskararnar. Tey halda, at á einum stovni er skrivstovufólkið tann týdningarmiklasti persónurin, sum heldur øllum saman. Felags fyrisitingin hevði verið góð, um øll vóru savnað á einum stað, men so er tað ikki, og soleiðis verður tað neyvan í bræði. Eisini varð komið inn á journaliseringina. Ikki øll hava eins nógv við journalisering at gera. Tá ið mann ikki arbeiðir við tí ofta, so gloymir mann, hvussu mann ger. Tó eru nakrar lógir, ið skulu umsitast og avgerðir journaliserast. Tey viðgera loyvir, so sum ráðgeving til flogvøllin um fuglar, sum 135 Sagt á óformligum fundi við savnvørð 12. august 2016. 76 kunna flúgva yvir vøllinum, eitt skriv skal sendast til Luftfartsstyrelsen. Samstarvsavtala er við Zoologisk Museum um ringmerking og annað, tað skal journaliserast. Komið varð eisini inn á heimasíðuna og Landsnet. Hildið varð, at heimasíðan var øgiliga fløkt. Halda, at bert stjórin dugir at stýra henni. Tey hava onga ávirkan á heimasíðuna. Tey halda ikki, at Landsnet hevur kapasitet til tey. Nú eru øll telduvørðir sjálvi. Databasan, sum var fyrr inni í húsinum, riggaði ólastandi, nú eru lokalnetini niðurløgd. Tá ið Landsnet kom, fóru svartíðirnar í databasuni niður, so tað skuldi bíðast leingi. Tá ið mann so ger vart við trupulleikan, so fær mann bara boð um at loysa tað sjálvur. Arbeiðsorkan er lítil í forvegin. Ein dagin kom skriv frá stjóranum á Søvnum Landsins til 3 starvsfólk um, at nú vóru tey eisini sett til at loysa telduuppgávur. Ein teirra á Náttúrugripasavninum takkaði nei. Bleiv so kallaður inn til fund og fekk at vita, at um hann bleiv við at siga nei, fekk tað avleiðingar, tað varð hildið at vera vánalig leiðsla. Yvirskipað halda tey, at tilgongdin er, at starvsfólk skulu inndragast í heimasíðuna ein bólk, men stjórin var so ótolin, hann vildi ikki bíða, so hann bara gjørdi tað sjálvur. Ein annars spurningur var, at eingin konservator var longur at taka sær av konserveringsuppgávum hjá Náttúrugripasavninum og so mongum øðrum á savninum, sum teir plagdu, tí tað ávirkar arbeiðið, tá ið mann skal vera konservator eisini. Arbeiðstíðin er smábýtt við øðrum uppgávum frammanundan. Spurningurin um gegni stakk seg eisini upp. Tey meina ikki, at tað ber til at halda fram við teimum báðum, aðalstjóranum í Mentamálaráðnum og stjóranum á Søvnum Landsins, tí ógegni, tað er staðfest, við tað at málið um klagurnar er koyrt til Fíggjarmálaráðið at viðgera. Her er talan um ein reellan trupulleika, tí deildarstjórin í Mentamálaráðnum er púra ósjónligur í hesum. Tey hava fatan av, at fólk á stovninum síggja tað sum ein trupulleika, og tí tora tey ikki at kommunikera uppeftir. Rokna ikki við at samanleggingin hevði tikið so langa tíð, um gegnið ikki var ein trupulleiki. Tey hava ongan at fara til, og so skjótt fólk hava illgruna, so broyta tey atburð tilsvarandi. Hava havt fund við Mentamálaráðið, og tá var tað altíð aðalstjórin, sum leiddi fundin, eingin annar slapp upp í part. Halda, at stjórin fyri Søvnum Landsins arbeiðir út frá Mentamálaráðnum og arbeiðir niðureftir. Hann er ongantíð úti í miðlunum um nakað, har hann sigur, at tað ikki fungerar. Har kemur eingin rødd, hann er keyptur totalt av Mentamálaráðnum. Halda, at stjórin er ein umsitari fyri Mentamálaráðið. Fær tí ikki fólkið við sær at leiða stovnin. Tey halda, at støðan er akutt, tí tey treingja til arbeiðsfrið. Tey settu fram ynski um ein fund afturat seinni í eftirmetingarprosessini, um hvussu savnsbygnaðurin kundi sæð út, og hvussu tað kundi komið at verið framt.136 Savnshjálparar Tey bæði fólkini, sum fyrr starvaðust á Havfrøðiligu Royndarstøðini í Kaldbak, tey eru nú flutt til Náttúrugripasavnið og vísa til Jan Sørensen og annars til stjóran fyri Søvnum Landsins í ávísum málum, tí hann er teirra leiðari á Náttúrugripasavninum, sum er. Ongin skrivstovufunktión er longur í Kaldbak, og 136 Upprit nr. 5. Fundur 12. september 2016. Savnvørðir og granskarar á Náttúrugripasavninum. 77 tann sum var skrivari, hevur fingið aðrar uppgávur. Halda at tey hava minni pening nú enn fyrr at arbeiða fyri. Komu eisini inn á Landsnet. Halda at tað var líka gott, áðrenn Landsnet kom, tí nú gongur tað seinni fyri seg, og tað stjelur pengar, men journaliseringina, tað hava tey einki við at gera. Tey hava ikki so nógv við annað virksemi á Náttúrusavninum at gera, tí tey eru í Kaldbak við teirra uppgávum. Hava higartil fingist mest við ryggleys dýr, men fáast nú eisini við fiskar. Tey sakna ein konservator, tí nógv hevur longu ligið leingi, men eingin hevur skil fyri at taka sær av tí. Komið varð eisini inn á heimasíðuna; tann heimasíðan, sum tey høvdu fyrr, var kanska ikki super, nú er heimasíðan fyri øll søvnini, men tað er trupult at fáa hana at rigga til øll, halda tey. Tey høvdu vónað, at tað kom ein fysisk samanlegging, so tey kundu komið at verið saman við hinum. Tað hevði givið betri effekt, men tey eru glað fyri húsavørðin, sum koyrir postin til og frá Hoyvíkini. Tey tosa ikki so nógv um samanleggingina, men sakna ein plan við øllum. Tey vóru spent upp á starvsfólkadagarnar, tí tey roknaðu við eini samansjóðing, men tað er so, at tá man skal til psykolog, so er tað tí at eitt problem er. Tey merktu, hvussu ónøgd fólk vóru við leiðsluna og bygnaðin, men ikki móti hvørjum øðrum. Eingin visti, hvat meiningin var. Høvdu dámt tað betur, um stjórin segði frá, um okkurt var áfatt, og ikki sendi tey til psykolog. Tí tað merkir, at har er ein trupulleiki, men starvsfólkini vistu ikki hvør tann trupulleikin var. Tey vóru hjá psykologi tríggjar ferðir í tveir dagar, har tosað varð um bygnaðin á søvnunum og man gjørdi ein høvuðssetning fyri søvnini.137 Fólk á Landsbókasavninum Bókavørðir Tað, sum tyktist at liggja fremst í huganum hjá bókavørðunum, tað var, at ein av bókavørðunum ikki varð settur sum fyribilsleiðari fyri bókasavninum, tá ið tann undanfarni fór frá fyri aldur. Tað er so, at Erhard Jacobsen fór frá, tá ið hann fylti 67, við gildi frá 1. august 2016. Fyri hann varð settur Sámal Tróndur F. Johansen. Leiðari á Landsskjalasavninum sum fyribilsleiðari á Landsbókasavninum. Hetta hevur ført til mótmæli frá starvsfólkum á Landsbókasavninum, sum kenna, at stovnurin er umlopin við hesi fyribilssetan, tí at har eru fólk, sum eru før fyri á átaka sær fyribilsleiðsluna á Landsbókasavninum, og gera Mentamálaráðið vart við hetta 12. juli 2016.138 Tann 7. september 2016 tekur nevndin í Bókavarðafelagnum málið uppaftur í einum skrivi til Mentamálaráðið, har víst verður á, at tað verður fatað sum ein niðurraðfesting av Landsbókasavninum, at tað verður settur ein fyribilsleiðari uttan bókasavnsfakliga bakgrund. Tað verður fatað sum ein stór broyting í viðurskiftunum á savninum, sum er í stríð við samgonguskjalið, har tað verður víst á, at eitt nú bókasavnið skal styrkjast. Víst verður eisini á, at løgmaður hevur talað fyri, at leiðsluskipanir verða mentar, har starvsfólk fáa medvirkan á sínum arbeiðsplássi. á einum 137 Upprit nr. 6. 14. september 2016. Savnshjálparar á Náttúrugripasavninum í Kaldbak.138 Teldubrævasamskifti millum Unn Patursson og Mentamálaráðið dagfest 12. juli 2016, sum stjórin fyri Søvnum Landsins fekk avrit av. 78 stovni sum Landsbókasavninum hevði tað verið natúrligt at gingið hesa leið. Tað er so ikki hent í hesum føri, og spurt verður, hví 1. bókavørðurin er lopin um og ikki settur sum fyribilsleiðari, og at í staðin fyri at leita eftir sparimøguleikum á einum longu niðurspardum stovni, hevði verið betri, at leiðarin dugdi at vísa á tann tørvin, sum bókasøvn hava. Bókasøvn hava verið niðurraðfest í mong ár og hava meira enn nakrantíð tørv á leiðarum, ið kunnu tala fyri økinum.139 á fundi við starvsfólk á Landsbókasavninum tann 15. september 2016 kom tað fram, at fólk hildu, at júst tað, at leiðarin á Landsskjalasavninum var settur sum fyribilsleiðari, var ein undandøttur um eina slíka permanenta leiðslu á Landsbókasavninum í framtíðini. Undir samrøðuni kom tað fram, at bókavørðirnir hildu, at tað hevur fungerað væl áðrenn samanleggingina, og tey halda ikki, at hon hevur verið góð fyri tey. Ræðisrætturin er horvin frá stovninum. Stovnurin bestemmar ikki, hvussu hann sær út, ella hvussu hann kommunikerar við útheimin. Tað er tikið frá teimum. Beint nú er tað nógv broyting í arbeiðinum, tað eru komnar dupult so nógvar arbeiðsuppgávur, eitt nú at varðveita tað, sum er talgilt, filmar, internet og ljóð. Tey hava gjørt eina virkisætlan, men mangla pengar og ressursir. Bureaukratiið er vorðið størri, og tað er ov langt til Mentamálaráðið. Játtanin kemur øll til Søvn Landsins, og nú hoyra tey uppá, at tað er teirra skyld, at hini skulu spara, um tey vilja hava meira. Tey gjørdu vart við umstøðurnar og tørvin longu í 2008, siga tey. Ein trupulleiki er, at verandi setti leiðari eisini er leiðari á øðrum stovni, øki hansara er Landsskjalasavnið og ikki Landsbókasavnið. Tað er eitt minus við samanleggingini, at eingin fakligheit er longur í stovnsleiðsluni. Tey bera nú stórliga ótta fyri, at stovnurin verður lagdur saman við Landsskjalasavninum. Tað varð sagt, at meðan eftirmetingin fór fram, skuldu ongar stórar broytingar gerast. Fyri teimum er tað ein stór broyting, at ein, ið ikki er bókavørður, er settur leiðari. Fyri teimum virkar tað, sum um samskiftið millum leiðsluna og Erhard Jacobsen er heilt lukkað. Nógv vitan er farin við honum. Eingin spyr hann um ráð meira, nú hann er farin. Tað er, sum um at leiðslan ikki vil hava nakað við hann at gera. Bjóðaðu honum heldur onga avtalu um, at hann kundi koma at hjálpa til viðhvørt, verður sagt. Starvsfólkini meina, at fráfarni leiðarin var fakliga kompetentur og vardi tey, og nú mangla tey ein sparringspartnara og einsum tekur avgerðir. Sagt varð eisini, at undanfarni leiðari varð settur sum fakligur leiðari, men tíðin hjá honum fór til alt annað, so hann endaði sum húskallur. Hann var menniskjaligur, og tey bera ikki sørt ótta fyri, hvat tann setti vil, tí hann heldur tey kanska ikki vera nóg dugnalig og heldur, at tey skuldu eftirútbúgvast innan KT, tí tí er tøvur á, sigur hann, siga tey. Tey siga seg hava hoyrt, at starvsfólkini kunnu koma at risikera at skifta millum stovnar, nú tá ið tað er lagt saman. Komið varð eisini inn á verkstaðin, tó tað er óvist, um hann skal flyta út ella ikki, hinvegin halda tey, sum arbeiða har á verkstaðnum, at tað eisini er positivt, at mann leggur verkstað saman til ein verkstað fyri øll Søvn Landsins, men óvissan um, hvat fer at henda, tað skapar ótta. Samrøðan kom eisini inn á journalisering og inn á heimasíðuna. Journaliseringina varð ikki tosað so nógv um, tað fer niðan til Hoyvík, tess meira varð tosað um heimasíðuna. Teirra heimasíða er horvin, siga tey, tað 139 Skriv frá Nevndini í Bókavarðafelagnum dagfest 7. september 2016 til Mentamálaráðið. 79 fakliga manglar í identitetinum, bæði inneftir og úteftir. Uppliva, at lánarar ikki vita, hvønn tey skulu skriva til. Tey duga ikki at finna okkum á heimasíðuni. Tað gongur long tíð, áðrenn vilstir teldupostar koma til rætta viðkomandi, tá ið teir verða sendir skeivt við upplýsingum úr heimasíðuni. Heimasíðan er andlitið úteftir, siga tey. Stjórin hevur gjørt alt sjálvur og skrivað allan tekstin. Mátin, sum hon er bygd upp uppá, er frá 90-unum. Hon er ring at finna runt í. Aðrir bókavørðir ringja til okkum, tí tey ikki finna tað, tey leita eftir á heimasíðuni. Heimasíðan hevur líka nógv at siga hjá teimum sum sjálvt bókasavnið, siga summi teirra. Tilgongdin hevur verið skeiv og framd uttan at taka fólk við upp á ráð. Hann burdi leitt stovnin og latið heimasíðuna upp í hendurnar á onkrum øðrum, varð sagt. Totalview varð eisini umrøtt, tey brúka nógv av starvsfólkafundunum at minna fólk á at stempla út og inn... her hjá okkum er tað upp á sekundið. Fyri aðrar deildir er tað bara vegleiðandi, hjá okkum er tað knívskorið. Løgið at tað er munur á deildum... Aðrastaðni verður tað bara roknað, um mann er í húsinum ella ikki. Ein av bókavørðunum er eisini teldufólk, men tað stendur ikki í hansara starvslýsing, at hann er tað. Sagt varð, at tey høvdu ein uttanhýsis konsulent at heita á, tá ið tað var neyðugt. Tað tyktist, sum um tað valdaði ein ávís óvissa í sambandi við tað, sum hevði við teldur og teldukervi at gera. Tað varð eisini sagt greitt, at Landsbókasavnið mundi vera tað einasta stóra bókasavnið, sum ikki hevur ein systembókavørð. Tað systemið hevur ikki riggað í eitt hálvt ár nú. Hava skotið upp, at tey fáa eina KT-deild. Tað tey fáa at vita, er, siga tey, at um tey vilja hava systembókavørð, so mugu tey av við onkran annan, tí talan er aftur um pengar. Tað tykist, sum bókavørðirnir føla, at tey á Landsbókasavninum ikki hoyra við í álitinum frá 2009. Alt hjá teimum er miðlan og upplýsing, og tey fella eitt sindur uttan fyri savnshugsjónina, varð sagt. Tey halda ikki, at mann hevur hugsað bókasavnspartin inn í samanleggingina. Merktu ikki so nógv til hana í byrjanini, men tað halda tey seg gera nú, tá ið tey hava fingið ein nýggjan settan leiðara, sum ikki er bókavørður. Tey hildu seg vera farin niður í tign við samanleggingini, og identiteturin er ørkymlandi hjá teimum. Enn tann dag í dag er logo ikki á øllum konvoluttum ella á pappíri. Vita ikki, um tey eita Landsbókasavnið ella Føroya Landsbókasavn. Halda ikki, at setti deildarleiðarin talar teirra søk á saman hátt sum hann, ið fór frá. Komið varð eisini inn á fundirnar við sálarfrøðingin. Aftan á 4 ár, so skuldu vit tekna strukturin og deildirnar. Vísti seg, at mann ikki visti, at stovnar vóru farnir úr. Láturligt, vistu ikki meir, tá ið tey fóru út frá fundunum. Fingu næstan skeld, tí tey einki søgdu, og tá ið mann segði okkurt, so fekk mann skeld. Tey halda, at tað ongantíð eru hendar so nógvar broytingar, sum beint nú seint á sumri í 2016, nú nýggjur leiðari er komin. í Mentamálaráðnum er tað Armgarð Weihe, sum svarar upp á fyrispurningar frá teimum. Deildarleiðarin í Mentamálaráðnum, hann heldur seg burtur. Nú ert tú fakligur leiðari, fekk ein av bókavørðunum at vita ein dagin, men starvsfólkið fekk ikki at vita, hvat ein fakligur leiðari innibar, og fekk heldur ikki meira kunning um tað. Tey eru farin at royna at gera prioriteringslistar, tí deildarleiðarin klárar ikki alt sjálvur. Tey raðfesta arbeiðsuppgávurnar sjálvi nú, varð sagt. Ein spurningur, sum vísti seg at týða nógv, er, at tað er munur á lønunum hjá bókavørðunum og lønini hjá hinum fakfólkunum akademikarunum á Søvnum Landsins. í álitinum frá 2009 stendur, at bókavørðir skulu 80 víðariútbúgvast ella hava eftirútbúgving, men eingin lønarhækkan fylgir við. Fleiri bókavørðir eru vorðnir kandidatar, men teir fáa ikki meira løn fyri tað, tí tað verður sagt, at tað eru ongir pengar, og um teir skulu upp í løn, so mugu onnur sigast úr starvi. Tey vísa til, at í Danmark eru bókavørðir fluttir til Akademikarafelagið. Magistarafelagið vil eisini hava tey uppí, men tey eru enn í Starvsmannafelagnum. Bókavørðirnir tyktust eisini at vera eitt sindur ørkymlaðir av leiðslustrukturinum við savnsstjóra, settum leiðara og 1. bókavørði og arbeiðinum á Landsbókasavninum, og onkrir søgdu seg hava hugsað um at finna annað arbeiði, tí tað er tjúkk luft sum mann má skera seg ígjøgnum. Fólk hava ilt í búkinum og eru kedd av at koma til arbeiðis. Mann fær ikki fokuserað seg um arbeiðið.140 Tað er okkurt sum bendir á, at tað serliga er eftir, at undanfarni leiðarin er farin úr starvi, at okkurt slag av ekka er komið á fólk, nú støðan ikki er tann sama, sum hon var frammanundan, tá ið tey høvdu ein at fara til í fakligum spurningum, til ein sum tey kendu sum teirra leiðara bæði fakliga og fyrisitingarliga. Bókasavnshjálparar og onnur Bókasavnshjálparar, bókbindari og onnur í hesum bólkinum vóru upprunaliga rættiliga spent upp á samanleggingina, men tey hildu, at ein samanlegging skuldi gjøgnumførast skjótt, tá ið hon skuldi fremjast. Tað hevði í hvussu so er verið tosað um tað síðani 2002, og so hendi tað knappliga í 2010. Onkur bleiv valdur í ein samanleggingarbólk. Tosað varð um, at mann skuldi læra av feilum, ikki trýstast saman. Alt skuldi fyrireikast væl, og at pengar skuldu fylgja við, og at eingin av verandi leiðarunum skuldi søkja starvið. Tað er ikki bara bara at leggja saman, mann má eisini hugsa um, hvørjar stovnar mann leggur saman, segði onkur teirra. Tey kenna ikki, at tey hoyra til í hesum selskapinum, og nógv hildu, at tað var betri frammanundan. Tað er nú so øgiliga langur vegur uppeftir, og tað er so nógv óljóð á vegnum, segði onkur, eisini um tað, sum fyrr vóru rutinumál, eitt nú keyp av bókum, men tey vita ikki rættiliga, hvaðani í strukturinum óljóðið kemur. Summi koma frá arbeiði á stovnum, sum hava lagt saman frammanundan, tey søgdu, at gjøgnumgangandi er, at tað tekur tíð. Ofta er eingin informatión at fáa. Kunningin allan vegin manglar, og tað skapar ikki trivnað. Haltar, og tað er eisini galdandi innanhýsis við kunning. Sakna at starvsfólkamál ikki eru her í húsinum. Mann merkir nøkur ting, men fær einki at vita. Nevnt verður innkeyp til bygdirnar, sum tað stendur í lógini. Um mann hevur onkur ynski, ella um mann setur onkur krøv, so fær mann at vita, at deildin kanska skal niðurleggjast, verður sagt av teimum, sum eru omanfyri, tað er ein ivi um alt alla tíðina. Halda ikki, at leiðslan hevur skil fyri, hvat sker í húsinum. Fyribilsstjóri er settur, sum tykist at ætla at gera so stórar broytingar, at tey eru vorðin forvirrað av tí, tað burdi verið onkur, sum kendi til húsið, sum varð leiðari. Tey halda, at tað sum er nú, møguliga ikki er ein fyribilsloysn, men verður kanska varandi, annars hevði ikki verið farið so drastiskt fram. Tey siga, at tey vita ikki rættiligani, hvør bestemmar. Tað bleiv einaferð avgjørt, at ein bókavørður og eitt hjálparfólk skuldu sita í avgreiðsluni. Bókavørðurin skuldi sita millum 13 og 16. Tey blivu bara kunnaði um, at í avgreiðsluni kom nú ein at sita einsamøll partar av degnum, tað dámdi teimum 140 Upprit nr. 7. 15. september 2016. Bókavørðirnir á Landsbókasavninum. 81 ikki, men tey skuldu bara makka rætt annars fekk tað fylgjur. Bókasavnið er jú ein staður, har sálarliga sjúk koma og brúka húsið. Tí vilja tey ikki vera einsamøll í húsinum, tí tey kendu seg ótrygg, varð eisini sagt undir samrøðuni. Tey føla, at yvir teimum eru líkasum tveir bólkar, ein bólkur, sum snakkar aftureftir, og hini sum snakkaframeftir. Tað verður ikki skilt, at mann vil modernisera, útvikla og gera lesistovu. Føla, at mann koyrir hvør sín veg. Bókasavnið er ikki bara bøkur, tað er vorðið so nógv annað... Oftani kunnu tey ikki keypa bøkur, tí tær eru bara at fáa sum e-bøkur... Skipanin er ikki útviklað til at lána út e-bøkur. Halda, at tey eru sigld afturút í so máta. Tey á gólvinum, tey tykjast ikki at vita, á hvørjum stigi avgerðirnar verða tiknar. Tey vita ikki, hvat tey fundast um á bókasavninum hvørja viku. Kanska alt ikki viðkemur teimum, men eingin umboðar tey. Ikki er neyðugt at vita júst, hvat hini tosa um, men sumt er neyðugt at vita hjá teimum. Kommunikatión manglar eisini innanhýsis, hildu fleiri. Tey siga seg ikki at vita, um skurkurin er at finna í húsinum ella hvar. Hinvegin søgdu tey seg fáa nógva kunning, sum ikki er neyðug fyri tey, eitt nú um hvalastøðina við áir og um Koltur. Tey søgdu seg einki hava við journalisering at gera, men høvdu sína fatan av heimasíðuni, tí Eingin fær fatur á teimum, fatur skal fáast á, hvussu tey eita, og hvat er adressan hjá teimum á Søvnum Landsins. Eitt nú vita tey ikki, um tað eitur Landsbókasavnið ella Føroya Landsbókasavn, og um tey eru grøn ella reyð. Tað hendir seg, at fólk levera bøkur inn á Kúrdalsvegi í Hoyvík. Tað er trupult fyri kundan. Starvsfólkini brúka ikki teldupostadressuna savn.fo. Tey halda, at ovasti stjóri er sum lundi á jólanátt, hann vitjar ov lítið á stovninum til at hava starvsfólkamál, halda tey. Tá ið undanfarni leiðarin fór úr starvi og í summarfrí, tá vistu tey ikki, hvønn tey skuldu tosa við, tí tá var tað nógv at gera, og allir bókavørðir fóru í summarferiu í senn. Tey eru ein servisstovnur, og tá er viktigt at svara fólki.. Setti stjórin, hann er sjónligur, hann er engageraður, og hann gevur sær góða tíð, eisini for góða tíð, segði onkur. Tey halda, at tað hevði kunnað verið spennandi, um hann hevði kunnað gjøgnumført alt tað, hann ætlar. Hann handlar, hevur fundir alla tíðina, men tey føla seg eisini pumpaði fyri informatión um viðurskifti á stovninum, summi føla at tey verða forhoyrd. Deildarleiðarin sigur, at hann skal koma at hava starvsfólkamál. Um mann bara skal vera fyribils, so spyr mann ikki so nógv, helt onkur, men hann loysir trupulleikar beinanvegin. Ein ótryggleiki tykist at ráða, tí tey vita ikki, hvønn veg tað ber. Fyrr, tá høvdu tey aðrar trupulleikar í leiðsluni, tað er tí ikki bara samanleggingin, sum gevur trupulleikar, men eisini millum starvsfólkini er eitt og annað, og uppgávurnar eru eisini vorðnar nógv fleiri. Tey eru samd um, at tað var nemmari, um tað bara var bókasavn, tey siga, at tey vilja hava loysing frá hinum stovnunum aftur. Prátið kom eisini inn á fundirnar við sálarfrøðinginum. Tey upplivdu tað sum áhugavert, sum fór fram tá, og at tað fór at vera mennandi. So fór mann við tí til leiðaran á bókasavninum, sum var tá, men svarið var bara, at mann kanska fer at niðurleggja tykkum. Síðani skuldi mann aftur arbeiða víðari við menningini, men tað var eingin meining við tí. áhugavert, men einki ítøkiligt kom burturúr, varð hildið. Fyrsti dagurin var forvirrandi, hann, psykologurin, tosaði so háfloygt, at vit ikki skiltu hann. Helgi er vorðið eitt banniorð á øllum stovnunum. Tosað verður nógv um tað, sum hendi, eftir at bókasavnið kom at hava felags búskett við hinar samanløgdu stovnarnar. At tey nú deila pengarnar við 82 hini, halda tey ikki vera so gott. Tey hoyra alla tíðina, at nú brúka tit for nógvar pengar. Halda ikki tað er rætt, at tey skulu hava ringa samvitsku av tí. Halda tað er skeivt av leiðaranum alla tíðina at fortelja teimum, at mann hevur brúkt for nógv. Víst varð eisini á, at tey á bókasavninum vildu hava ein næming til bókbindaríið, men tað var ikki peningur til tað, samstundis sum tað var peningur til at seta ein næming har uppi í Hoyvík. Harmiligt at mann ikki raðfestir tað á bókbindarínum, hinvegin hildu tey, at tað hevði verið spennandi við einum felags verkstaði fyri fyri øll Søvn Landsins. Víst varð eisini á leiðslutrupulleikarnar, eftir at landsbókavørðurin, sum í síni tíð var í starvi, fór í annað starv í Mentamálaráðnum, og ein annar landsbókavørður kom í staðin, men sum kom í tungan sjógv av leiðslutrupulleikum, so hon mátti fara frá í ótíð, tá vóru eisini trupulleikar. í einum millumbili var ein fulltrúi frá Mentamálaráðnum landsbókavørður,tá fall alt líkasum til ró. Næsti leiðarin á bókasavninum kom ikki í starvið sum landsbókavørður, men sum leiðari, eftir at Søvn Landsins vóru samanløgd, so hann virkaði bert undir teirri nýggju skipanini, til hann fór frá nú á sumri 2016.141 Fólk á Landsskjalasavninum Starvsfólkini í síni heild Samrøðurnar á Landsskjalasavninum vóru við starvsfólkini, men leiðarin var ikki við, yvirhøvur tyktust tey at vera væl nøgd. Tey staðfestu, at mann hevði lagt 5 søvn saman, men fólk sótu á fleiri bústøðum, so var tað avmarkað, hvat tey vistu um, hvat hini gjørdu, men tað hjálpti, tá ið tað kom eitt samstarvsráð fyri 2 árum síðani, tað var nakað sum kom frá starvsfólkunum, aðrastaðni er tað eitt tað fyrsta, sum mann ger, søgdu tey. Tey, ella onkur teirra, segði, at tey hava saknað kunning í øllum liðum um, hvat tað er, sum mann vil við samanleggingarprojektinum, men tey søgdu eisini, at í byrjanini vóru øll begrejstraði. Har var politiskur vilji, og mann samlaðist í NLH og legði ætlan og planir. Síðani fóru nøkur víðari í smærri bólkar at arbeiða í álvara. Fólk vóru við frá Mentamálaráðnum, men tá ið so arbeiðið fór í gongd, so kendu tey ikki arbeiðið aftur. Uppskot og tankar komu ikki við í álitið. Komið varð eisini inn á lógargrundarlagið, sambært lógini kunnu gerast kunngerðir, men um vit ikki sleppa at fylgja lógini, so er tað torført at arbeiða. Tey hildu, at um ikki reglar eru settar, sum søvnini skulu fylgja, so fáa vit ein trupulleika. í lógini stendur, at landsstýrismaðurin útdelegeraði tað til landsskjalavørðin, men nú er tað stjórin fyri Søvnum Landsins, sum er landsskjalavørður, og vit vita ikki, hvat hann hevur útdelegerað til leiðaran á Landsskjalasavninum, tí leiðarin er nú vorðin eitt lið millum okkum og stjóran á Søvnum Landsins, sum er landsskjalavørður. Samrøðurnar komu eisini inn á spurningin um konservering. Um tað søgdu tey, at tey tíverri ikki høvdu nakran konservator, og tað er eitt stórt problem, men tey hava eitt gott samstarv við konservatorin á Fornminnissavninum og við bókbindaran á Landsbókasavninum, men tey mangla so avgjørt ein konserveringsverkstað við einum pappírkonservatori, tí pappír kemur at verða brúkt í nógv ár afturat, og nógv skjøl liggja enn úti, sum tey ikki 141 Upprit nr. 8. 15. september 2016. Bókasavnshjálparar. 83 enn hava heintað inn. Har søgdu tey seg at vera eftirbátar, eru eini 12 ár afturút. Tey klára ikki at liva upp til galdandi lóg, tí tey mangla høli at goyma skjølini í. Trupulleikin hevur verið, at pengar ikki fylgdu við til uppgávurnar eftir samanleggingina. Tey staðfestu, at Totalview var smart á einum stovni, har fólk sótu um allan býin, tá kundi tað vera gott at vita, hvør var uppá pláss og hvør ikki, men tey kundu hugsað sær at skipanin var betri, at hon var meira útgreinað, nú stendur bara ikki tøkur, og tað er av persóndatalógini, men hildið varð, at tær reint stovnsfyrisitingarligu uppgávurnar fyltu ov nógv og tóku tíð frá tí fakliga. Tey høvdi einki ringt at siga um journaliseringina, henni høvdu tey bert rós at bera, tí nú var tað ikki longur neyðugt at síggja journalleiðaran fyri at kunna upprætta eitt mál. Tey vistu, at onkur aðrastaðni helt tað vera torført við journalini, tá ið tey arbeiddu í prosjektum, tí skjølini eru ávegis, reglar, vegleiðingar og kunngerðir, so kann hon ikki upprætta tað sum mál. Hinvegin roknaðu tey við, at hjá nógvum var tað so, at tey bert høvdu eitt mál innímillum, og so gloyma tey, hvussu mann ger, tá ið mann skal journalisera, tað mann vera trupulleikin. Komið varð eisini inn á felags heimasíðuna. Tey hildu, at mannagongdin við henni er ov tung, tí heimasíðan er uppi í Hoyvík og verður administrerað har frá. Øll kunning er via heimasíðuna, um administrator kompetansan ikki er, so verður tað meira bureaukratiskt. Heimasíðan er ov fløkt fyri brúkaran. Søvn Landsins eru for forankraði í teimum gomlu stovnunum. Sum brúkari er tað ringt at finna fram tað, tú leitar eftir. Um tað var ein portalur, so var tað lættari hjá brúkaranum. Tað er meira bygnaðurin av heimasíðuni, sum er ein trupulleiki. Tey kundu hugsað sær ein portal við økjum, soleiðis at tey sjálvi umsita økið. Tey eru ein myndugleiki við eini serligari rollu í samfelagnum, eini eftirlitsrollu. Heimasíðan er irriterandi, fólk ringja ofta inn, og mann má hjálpa teimum. Tað ger, at synergieffektin hevur ikki verið so stór enn. Sjálvt um portalurin er, so mugu hesar slóðir eisini vera líka, soleiðis at ikki øll hava eina heimasíðu, hvør í sínum lag. Ein annar trupulleiki er, at eingin webmastari er. Tað er bara stjórin, sum hevur administrativar førleikar. Tað manglar ein bólkur frá hvørjum stovni. Tey hava hvør í sínum lag skrivað ting til heimasíðuna, men har vóru ongar rætningslinjur. Eingin følir nakað fyri heimasíðuni, og eingin kennist hava ábyrgd, og tí tímir mann ikki meir. Tey søgdu, at tey hava gjørt eina nýggja heimasíðu til sín sjálvs, sum eitur lss.fo, tí annars fáa tey ikki arbeitt. Dagliga merkja tey ikki nakran trupulleika av, at tey eru í Søvnum Landsins. Tey vita, hvør stjórin er, og hvør teirra leiðari er, og tey merkja, at telefon og journal eru flutt niðan til Hoyvíkar, men tey hava eina beinleiðis linju, men upplatingartíðin er tann sama sum á lesistovuni, men tey hildu, at vitanin hjá teimum, sum taka telefonina, er ov lítil, tí tað er ein tænastustovnur, og hann skal svara kundunum, men tey vita ikki altíð, hvønn tey skulu stilla um til. Tað kann vera ein trupulleiki. Hinvegin máttu tey ásanna, at navnið Søvn Landsins er við at sláa seg fast runt um millum fólk, og heitið Søvn Landsins verður meira og meira brúkt, men tey hildu ikki at savn hóskaði so væl til teirra identitet sum arkiv, eitt nú var tað nýgjørda orðið savnindi gjørt til at merkja arkivalier, men nú brúka øll tað um alt á søvnunum, søgdu tey. Tey søgdu, at tey hildu seg ikki hava mist sín gamla identitet, eru bara vorðin partur av Søvnum Landsins, so broytingarnar eru smáar, um vit ikki fáa betri fysiskar karmar og vera saman við hinum, so merkist tað ikki. Ein goymsla hevði verið himmiríkið, og hon kann liggja hvar sum helst. Eru heppin at hava 84 hettar húsið (Gamla Postmeistarahúsið) sum skrivstova, men tað er ein brandfella og í fundarhølinum sita 4 fólk fast. Um samanleggingina generelt hildu tey, at mann ov seint tók starvsfólkini við upp á ráð. Tey hildu, at á tí museala økinum, har er okkurt hent, framsýningar lagdar saman, og fólk eru partvíst flutt saman. Men her á Landsskjalasavninum er ikki hent tað stóra. Fyri teimum sær tað út, sum ovasta leiðslan mest hevur ábyrgd av budget-økinum, og hitt fakliga, tað er býtt út til deildarleiðarar. Stjórin fyri Søvnum Landsins blandar seg ikki upp í tað dagliga virksemið. Tað tey merkja, eru broytingar á budget-økinum, tí nú er tað felagsbudget, varð sagt. Viðhvørt halda tey, segði onkur, at tað er ov lítil samanlegging. Ongar spennandi uppgávur. í álitinum stendur, at mann skal styrkja skrásetingarhondbókina. Tey hava sítt system at skráseta skjøl, hugsaðu, at mann kundi tvørskráseta. Stovnar hava tað við at byrgja seg inni og ringt við at snakka saman. álit um tað bleiv sent til leiðsluna, men hoyrdu ikki eitt orð aftur. Einki feedback, um tað var áhugavert ella ikki. Fleiri skipanir, men eingin ger nakað í felag. Har koma eingi initiativ. Synergi og alt mann hevur tosað um, her kom einki. Komið varð eisini inn á KT, tí fólk er nýliga sett sum KT-skjalavørður, og har er nógv at gera á einum øki, sum higartil hevur verið niðurprioriterað, men tað tyktist, sum at tað nú var ljós fyri stavn. Komið varð eisini inn á fundirnar við organisatiónssálarfrøðinginum, tey hildu ikki, at tað var gjørt rætt, tí har var manglandi kunning. Fólk vilja gjarna vera við til at mynda tað, sum verður. Alt varð yvirlátið til sálarfrøðingin, stjórin bjóðaði vælkomin, og so tók sálarfrøðingurin yvir á fundinum , og fólk søgdu einki. Tey vistu ikki, hví tey vóru har. Mann byrjaði við plenum og arbeiddi seg úteftir, soleiðis at mann so aftur var í stovnum. Tað virkaði eitt sindur løgið, varð sagt, men teir seinastu dagarnar, har kom veruliga nakað ítøkiligt burturúr ítøkilig prosjekt, sum arbeiðast skuldi við. Fleiri fingu tað inntrykk á fyrsta fundinum, at tey vóru nøkur grenj. Tað var ein samansettur flokkur, sum sat í runding, og eingin segði nakað. Tí eingin vist, hví mann sat har, men fyrr høvdu fólk altíð havt nógv at vera saman um og høvdu havt jólaborð saman fyrr í tíðini. At enda varð tikið samanum, og semja var um, at tað vóru fleiri møguligar mannagongdir, men tey vistu, hvønn tey skuldu spyrja, so har var einki stórvegis at klaga um. Tað tyktist at fara at koma skil á myndugleikabygnaðin, og tað varð budgetterað sambært lógini, men sentral budgettstýring, fyrisiting og journal eru flutt út av húsinum og heimasíðan eisini, tað var tað, sum tey merkja við samanleggingini, men annars ikki tað stóra.142 Stjóri og deildarleiðarar Tá ið samanleggingin fór fram fyri 6 árum síðani, vóru leiðararnir á øllum teimum gomlu stovnunum við í leiðslutoyminum, men so við og við eru fleiri farin úr toyminum, tí tey hava skift status ella eru farin úr starvi. Heystið 2016 var leiðslutoymið minkað niður í tríggar persónar, sum eru stjórin fyri Søvnum Landsins, setti deildarleiðarin á Fornminnissavninum og deildarleiðarin á Landsskjalasavninum, sum eisini er settur leiðari á Landsbókasavninum. Eftirmetarin hevði samrøður við hesar tríggjar undir einum. 142 Upprit nr. 9. Starvsfólk á Landsskjalasavninum. Samrøða 16. september 2016. 85 Savnshugsjónin mótvegis landsskjalasavni og bókasavni Spurt varð, hvør var arkitekturin aftan fyri samanleggingina, og semja var um, at tað var Mentamálaráðið sjálvt. Tað var eisini Mentamálaráðið ella mentanardeildin, sum hevði skrivað savnsálitið frá 2009, og tað var serliga fulltrúin Armgarð Weihe, sum hevði Søvn Landsins sum sítt arbeiðsøki. Stjórin á Søvnum Landsins vísti á, at hann eisini hevði verið við á onkrum fundi, og at tað hevði frá byrjan verið talan um at samla stovnarnar upp á tvørs, men eftir at lagt var saman, so varð tað rættiliga skjótt greitt, at tann sonevnda savnshugsjónin í savnsálitinum ikki rakk um virksemini hjá Landsskjalasavninum og Landsbókasavninum. Arbeitt hevur tí verið út frá hesum. Leiðarin á Landsskjalasavninum vísti eisini á, at álitið frá 2009 var sera musealt, hvørki Landsskjalasavnið ella Landsbókasavnið passaðu inn í savnshugsjónina, tí her var talan um museumsveruleika og ikki ein veruleika, sum hóskaði til skjalasavn og bókasøvn. Men vit hava tosað okkum til rættis um, at viðurskiftini eru ymisk á einum skjalasavni, bókasavni og einum museum. Uppgávan hjá skjalasavninum hongur rættiliga neyvt uppi í kortlegging og tí at stinga kósina út í summum almennum fyrisitingarligum mannagongdum, tá ið tað kemur til journalisering av skjølum í almennu fyrisitingini. Til tað segði stjórin fyri Søvnum Landsins, at savnshugsjónin skjótt varð slept sum eini felags hugsjón, nú eru tað trý ymisk virksemi, sum talan er um: museum, arkiv og bibliotek, men hjá hesum stovnum eru tað summar uppgávur, sum væl kunnu ganga upp á tvørs: fyrisiting, miðlan og tøkni og okkurt annað við.143 Hví hevur samanleggingin verið so trek? Upp á fyrispurning um, hví samanleggingin hevði gingið so seint, svaraði stjórin fyri Søvnum Landsins, at her hevði nógv longu havt kunnað verið gjørt, men tað hevur verið trupult at framt tað innan verandi játtan, tí lovað varð, at pengar skuldu fylgja við, pengar sum ongantíð komu. Hann segði, at hann var greiður yvir, at hann hevði kunnað farið skjótari fram við teimum heimildum, sum hann hevði, men tað tyktist at vera eitt ófrávíkiligt krav frá Mentamálaráðnum, at tað skuldi vera friður á feltinum, og tað hevði bundið hansara leiðslufrælsi niður, soleiðis at hann ikki fekk brúkt tann myndugleika, sum hann hevði á pappírinum. Vit royndu at tosa um tingini, men komu ikki víðari, tí hini vildu ikki flyta seg. Eg hevði roynt at gjørt mær eitt modell av, hvussu eg helt, at tað skuldi koma at verða, og legði tað fram til diskussión, men eg fekk ongan kreativan dialog burturúr, tí tað var so nógv, sum lá fast hjá hinum, sum tey ikki vildu broyta deildarskipanirnar vóru heilagar kýr hjá nógvum, fyri ikki at tala um teir gomlu stovnssamleikarnar. Vit hava verið bundin av tí, at Mentamálaráðið hevur sett sum krav, at tað skal vera friður á feltinum, og tí er ein rættiliga bundin, serliga tá ið fólk hava so ymiskar meiningar um alt. Setti leiðarin á Fornminnissavninum viðmerkti, at Tað er so nógv, sum hongur uppi við tí, sum eitur deildir. Tað stendur beinleiðis í lógini hjá Náttúrugripasavninum, at har skulu vera deildir,144 og á Fornminnissavninum har verður koyrt við trimum deildum, har allir kenna seg sum stjórar, hvør við 143 Upprit nr. 10. Søvn Landsins. Samrøða við leiðslutoymið 28. september 2016.144 Deildarhugtakið á Náttúrugripasavnininum víkir kortini frá, tí har er ikki talan um fyrisitingarligar deildir, men um reint fakligar deildir. 86 sínum kompetansuøki, og tað verður ikki arbeitt yvir um mark nakað serligt, og tað hevur skeiklað alt virksemið. Her eru tað innanhýsisfólk, sum eru hart ímóti at broyta nakað. Her kundi eitt greiðari lógarverk bøtt um. Lógir hava verið á veg og eru koyrdar út til hoyringar frá Mentamálaráðnum, men vit hava einki hoyrt aftur. Strukturarnir á tveimum smáum søvnum eru yvirvaksnir, og tað ger tað tvørligt at samstarva, tí alle ville herrer være, men ingen sækken bære. Starvsøki og ikki starvsøki Ein annar trupulleiki var, segði setti leiðarin á Fornminnissavninum, at fólk ofta høvdu eina greiða fatan av, hvat var teirra uppgáva, og hvat ikki var tað, og hann kom við dømum frá, tá ið tey settu framsýningar upp í Brekkutúni. Har høvdu allir savnvørðir møguleika veruliga at seta síni fingramerki á framsýningarnar á bæði Náttúrugripasavninum og Fornminnissavninum. Savnvørðirnir á Náttúrugripasavninum vóru als ikki við i prosessini, tí teir kendu onga ognarskapskenslu fyri tí, sum fór fram uppi í Brekkutúni. Tað endaði við, at tað var savnslærarin, sum mátti seta upp framsýningarnar uttan hjálp frá teimum. Ein savnvørður kom kvøldið fyri niðan, og eg segði, at hatta er tín montra, sum tú hevur ábyrgdina av at fáa tað rætta í, men hann segði, at hann ikki var settur til at gera framsýningar. Tað var plantufrøðingurin heldur ikki, so tað var (eitt annað fólk), sum kom at gera plantuframsýningina, og savnslærarin gjørdi hina. Stjórin fyri Søvn Landsins vísti á, at tað var eitt gamalt arbeiðsbýti á Náttúrugripasavninum, har tað vanliga hevur verið, at konservatorin og savnslærarin hava gjørt framsýningar, og tað vænta savnvørðirnir enn. Eisini havi eg hoyrt tey siga, at ICOM-súlurnar ikki hóska til virksemið hjá náttúrugripasøvnum. Leiðarin á Landsskjalasavninum, sum eftir 1. august 2016 eisini er settur sum leiðari á Landsbókasavninum, segði seg at vera komnan eftir, at tað á Landsbókasavninum verður gingið rættiliga neyvt um fakmørkini, og bókavørðirnir halda, at leiðarin á landsbókasavninum skal vera bókavørður, ein yvirfakmaður, sum farast skal til, tá ið á stendur, og ikki nakar beinleiðis leiðari. Tað, sum brúk er fyri, tað er leiðsla, og tað er hugburðurin í íslandi, tí bókavarðaarbeiði, tað skuldu bókavørðirnir duga. Tað sum meira brúk er fyri, tað er leiðsla, og tað hevur haltað nógv á Landsbókasavninum. Bókavørðirnir mugu læra at taka fakliga ábyrgd sjálvir, hvør á sínum øki, út frá tí, sum Landsbókasavnið stendur fyri, og ikki altíð kunna fara til leiðsluna, sum so fær skyldina. Tey eiga at duga at taka ábyrgd, har tey eru. Vit mugu sum leiðarar í so máta sláa nevan í borðið viðhvørt og ikki vera so konfliktsky; ikki at gera tað, gevur okkum trupulleikar seinni. Síðani varð tosað um, hvussu søvnini kundu koma at virka sum ein heild á øllum teimum økjum, sum tað bar til. Stjórin á Søvnum landsins segði í hesum sambandi, at Endamálið við samanleggingini er at fáa synergi í samstarvi upp á tvørs, tað vísir seg at ganga sera væl hjá savnshjálparunum og savnslærarunum. Tey liggja øll skerfløt fyri at fáa tað at rigga, tá ið okkurt skal gerast í felag. Tað er við akademikarunum vit hava trupulleikar. Deildarleiðararnir vilja ikki átaka sær uppgávur, sum teir meta eru uttan fyri teirra fakøki, eitt nú sum KT- ábyrgdarar sambært trygdarpolitikkinum hjá KT-fyrisitingini hjá landinum, ábyrgd av eini montru, ella øðrum smáuppgávum, sum skulu gerast. Tey siga bara, at tað er ikki teirra arbeiði, sjálvt um ongin annar er at gera tað. Tað eru 87 tey sloppin við. Tey góðtaka ikki, at mann biður tey gera nakað, uppfata tað sum fakliga íblanding. Tað er rættiliga innerverandi hjá einum leiðara. Sum dømi nevndi hann, at hann hevði biðið ein savnvørð um at vera toghaldara í sambandi við heimasíðuna fyri Náttúrugripasavnið, men tað vildi hann ikki, sjálvt um hann hevði havt evni til tað, hann noktaði púrasta, tí tað var ikki tað, sum hann var settur til. Og tá ið Mentamálaráðið krevur, at tað skal vera friður á feltinum, so renir mann seg javnt og samt móti einum múri av konfliktum, og fólk sleppa við tí. Her skuldi hann kanska havt verið meira konsekventur, og tað hevði hann kunnað, um Mentamálaráðið bakkaði hann upp og ikki bert tosaði um frið á feltinum. (Sami savnvørður) vildi heldur ikki vera ein av teimum trimum, sum varð biðin um at átaka sær KT-ábyrgd sbrt. trygdarpolitikkinum hjá KT-landsins. úrslitið var, at stjórin mátti áleggja honum at átaka sær uppgávuna og geva honum eina átalu. Setti leiðarin á Fornminnissavninum, sum eisini hevur ábyrgdina av verkætlanini Hvalastøðini við áir, ásannaði, at uppgávurnar á tí museala økinum, tær vóru bæði so stórar og so nógvar, at tað var neyðugt, at søvnini arbeiddu saman um ávísar uppgávur, tær sum eru tvørgangandi serliga, eitt nú Hvalastøðina við áir og Koltur. Men tað vísti seg tíverri, at Náttúrugripasavnið ikki var áhuga í hesum, tí tað hevði ikki nóg nógv við natúru at gera, og tey mettu Koltur meira sum kultur enn sum náttúra, og kulturur var ikki teirra borð. Eg má eisini ásanna, segði hann, at tað at fara á eina konfrontatiónskós, tað skapar trupulleikar og ikki frið á feltinum. Leiðarin á Landsskjalasavninum segði seg ikki kenna til, at fólk soleiðis bara lótu seg detta ella bakka burturúr, sjálvt um tey ikki vóru samd í øllum, so tóku tey altíð lut í tí, sum fór fram. Leiðslustílur stjóra á Søvnum Landsins Av tí at tað er ført fram aðrastaðni, at stjórin fyri Søvnum Landsins er ov autoriterur og einaráðandi í sínum leiðsluhátti, varð spurt, hvussu leiðslufundirnir hjá leiðslutoyminum fóru fram, og um tað veruliga bert vóru hansara meiningar og uppskot, sum sluppu at verða viðgjørd. Til hetta svaraði stjórin fyri Søvnum Landsins, at hann altíð fyrireikaði seg sera væl til fundirnar og hevði eina rættiliga leysa skrá at halda seg til, tí tað var altíð eitt hav av málum, sum skuldu viðgerast og sum støða skuldi takast til, og hann hevði roynt at verið opin og lata øll koma framat, sum høvdu nakað at siga, men øll vóru ikki altíð líka væl fyrireikaði sum hann. Tað var so nógv at kunna og verða kunnaður um, og tað var eitt hav av øllum møguligum at taka støðu til, og alt hevði ikki sama áhuga hjá øllum, tí nógv, sum var relevant á eini deild, var ikki relevant fyri eina aðra. Leiðarin á Landsskjalasavninum, sum hevur verið við á leiðslufundunum frá byrjan, segði, at hann kendi einki til tað, at fólk ikki kundi leggja uppskot fram á leiðslufundunum ella koma til orðanna, tað hevði staðið øllum frítt, tað hann visti um. Tað var bara at gera tað. Hinvegin mátti hann viðganga, at tað museala fylti ógvuliga nógv á fundunum, men tað var kanska tí at tað var har, at problemini serliga vóru. Men at Andras skuldi vera autoriterur og forða nøkrum í nøkrum, tað kendi hann einki til. Stjórin fyri Søvnum Landsins helt fram: Eg haldi meg veruliga hava roynt at lurta eftir fólki, men eg havi viljað komið fram til niðurstøður og ikki bara lurta, so hvat fólk lesa út av mær og inn í meg, tað veit eg ikki rættiliga. Eg 88 royni at vera rættvísur, royni ikki at gera mun á fólki og lata tey sleppa framat við tí, sum tey vilja gera skilagott, men kanska eri eg sjálvur ov ótolin, ov arbeiðssamur og ov effektivur viðhvørt, skuldi kanska viðhvørt lenað meg meira afturá og latið onnur komið meira fram í ljósið, men so mugu tey gera tað. Men vit hava fingið so nógvar uppgávur, sum vit ikki hava nóg nógv starvsfólk til, og so má eg gera tað sjálvur, tá ið ongin annar er, ella tí ongin annar vil átaka sær uppgávurnar. Tað hevði verið nógv øðrvísi, um pengarnir høvdu fylgt við til uppgávurnar, tí so kundi dagligdagurin verið minni ávirkaður av samanleggingartilgongdini sum so. Um ikki pengarnir koma nú, so er ongin grund til at hava hesa samanleggingina, tí vit mangla fólk allastaðni. Koma pengarnir, so skulu vit nokk fáa gjørt ein skilagóðan struktur; um vit ikki fáa tað, so er frægari at slíta sundur aftur. Spurt varð eisini um, hvussu tað var at vera stjóri og leiðari undir turbulentum viðurskiftum. Til hetta svaraði stjórin fyri Søvnum Landsins, at hann ikki visti hvussu fólk lósu ella fataðu hann, men tað at hann var autoriterur og einaræðisligur, tað var lygn, tí tað var hann ikki, men hann loyvdi sær at seta krøv og vita, hvat fólk tókust við, og hann mátti fylgja við sjálvur, tí hann manglaði ein leiðara fyri tað fyrisitingarliga og ein leiðara fyri tí museala, tað vóru ongir pengar komnir til tað. Hann hevði sambært setanarskrivinum ábyrgdina av Søvnum Landsins í síni heild, so alt endaði hjá honum. Sum tað er vorðið, hevur tað verið ringt at plasera ábyrgd aðrastaðni, serliga tá ið summi, sum fáa leiðaraviðbót, ikki átaka sær leiðaraábyrgd loyalt. Til hetta svaraði leiðarin á Landsskjalasavninum, at teir tríggir, sum í løtuni sita í leiðslutoyminum, vóru ov konfliktsky, og at teir vóru meira forteljarar enn spyrjarar. Hetta hevði hann broytt, nú hann var vorðin fyribilsleiðari á Landsbókasavninum, tí hann var ikki lærdur bókavørður, og tí kundi tað ikki væntast av honum, at hann var so kønur í øllum tí bókasavnsfrøðiliga. Hann spurdi ikki bert fyri at vita, men eisini fyri at fáa hini at hugsa, og sjálvi tora at taka avgerðir, har tey vóru serkønari enn hann. Tað er ikki tí hann vil broyta nakað, men hann vil hava fólk sjálvi at tora at taka avgerðir á tí niveaui, har fólk eru, tí spyrji eg, har sum eg ikki veit so nógv, og eg vil, at tað skal koma frá starvsfólkunum, men eg lurti ikki eftir øllum, sum tey siga, men tí sum hevur týdning fyri at arbeiðið skal fungera. Tað eru ofta tey, sum brokka seg mest, sum fáa mest burturúr, og ikki tey sum eru loyal og gera sítt arbeiði. Tað er so oftani. tá ið eg spyrji um okkurt, so stinga 20-ára gamlar konfliktir seg undan kavi, sum eg onki kenni til, men sum tey bera sum viðføri. Stjórin fyri Søvnum Landsins segði eisini, at á leiðslufundunum høvdu øll í toyminum møguleika at koma við sínum, tað var millum annað tí, at fundirnir vóru. Øll kundu koma við sínum innputti, um tey vildu tað og høvdu nakað at leggja fram, men tað er greitt, at leiðslufundirnir ikki eru nøkur kollegial skipan, men tann longdi armurin hjá stjóranum, fyri at hann skuldi kunna leiða við skili. Tann nýggja skipanin fyri Søvn Landsins, sum skuldi koma, hon hevur ofta verið diskuterað, men hann hevði loyvt sær at fyrireika seg væl, tá ið hann legði fram, tað sum hann hevði hugsað, og vildi at fólk tóku undir við tí, men tað metti hann ikki var tað sama sum at smoyggja nakað yvir høvdið á fólki. Leiðarin á Landsskjalasavninum skoytti her uppí, at hann var blóð ósamdur við kritikkinum móti stjóranum, men sannleikin er tann, at stjórin hevur verið so nógv betur fyrireikaður til fundirnar enn nógv av hinum, og tí fekk hann ofta ikki so nógv respons. Veikleikin hjá stjóranum er, at hann arbeiddi so nógv 89 við sínum uppskotum, eisini millum fundirnar, at hann altíð var fleiri bátslongdir framman fyri hini; um tað er ein last ella ikki, kann diskuterast, men hann átti kanska at havt verið eitt sindur minni arbeiðssamur og latið høvdini á fleiri av hinum arbeitt eitt sindur meira. Eg skilji reaktiónirnar hjá fleiri sum reinar forsvarsmekanismur, tí tey vilja framhaldandi sleppa at gera júst sum tað passar teimum, og sum tey altíð hava gjørt. Jú, eg vildi gjarna hava spurningar og svara upp á tað, sum var ógreitt, og diskutera tað, men kanska hevði hann virkað eitt sindur ótolin viðhvørt, tað var møguligt, viðmerkti stjórin fyri Søvnum Landsins og helt áfram, men Síggja vit burtur frá broyting í fyrisiting og fyrisitingarligum mannagongdum og tí, sum hevur við tað at gera, so eru í roynd og veru ikki enn skotnar upp aðrar broytingar enn at leggja alt tað museala saman í eina eind og skipa tær antikvarisku uppgávurnar í eina stápseind, men tað reageraðu fólk á Fornminnissavninum uppá og ímóti, men tað er einki at ivast í, at onkur onnur loysn eisini er brúkilig. Men mannagongdirnar og ábyrgdin má vera greið í øllum liðum, og tá ið samanum kemur, so hevur hann sjálvur ábyrgdina. So tað er einki odiøst í, um hann vil hava fingurin á pulsinum. Tá mælti setti leiðarin á Fornminnissavninum, at Hinvegin eru Søvn Landsins ikki nakað UNILEVER. Stovnurin er ikki so stórur, at tað ikki ber til at finna hvønn annan og diskutera viðurskiftini og gera sína ávirkan galdandi, um viljin er til tað hjá øllum pørtum. Tilgongdin við organisatiónssálarfrøðingi Spurt varð eisini um, hvat var endamálið við at hava ein organisatiónssálarfrøðing við uppi í leikinum, tí tað tyktist at hava ørkymlað nógv fólk á Søvnum Landsins at at skula fara til psykolog, sum fleiri teirra hava málborið seg. Stjórin fyri Søvnum Landsins vísti á, at hesum helt hann seg hava greitt væl frá í skrivligari frágreiðing um samanleggingartilgongdina, men vit komu ongantíð longri enn til at ríva húsini niður, alt stóð í hálvum gekki, tá ið prosessin steðgaði av klagunum. Meiningin var, at aggressiónirnar og tað møguliga innibyrgda hjá fólki í sambandi við samanleggingartilgongdina skuldi konteynast hjá sálarfrøðinginum og fáast burtur ella undir kontroll á tann hátt, men av tí at alt steðgaði upp, kom tað ikki so langt, og alt endaði hjá honum sjálvum stjóranum og hann fekk ábyrgdina av øllum tað er tað organisatiónspsykologiska í tí, men tað var ætlanin, at tað skuldi enda við nøkrum positivum, men so langt kom tað ikki, alt var steðgað á veg móti málinum. Her vísti setti leiðarin á Fornminnissavninum á, at ein av uppgávunum saman við organisationssálarfrøðinginum var at diskutera, hvat arbeiði á søvnunum skuldi prioriterast ella takast fyrst, tá ið ressursirnar ikki vóru til at gera alt í senn. Tað var júst tað, sum vit høvdu venjingar í hjá organisatiónssálarfrøðinginum, so vit kundu læra at stinga út í kortið og prioritera og gera ætlanir um, hvussu arbeiðið skuldi skipast og fremjast innan ein ávísan tíðarkarm, og so skuldu vit fylgja tí, men vit fáa í heilum nýggjar uppgávur álagdar frá Mentamálaráðnum, sum yvirrular okkum í tí sum vit hava raðfest, tað sum vit høvdu sum øvilsir hjá sálarfrøðinginum at gera avtalur um, hvat vit skulu gera, men tað koma altíð nýggjar uppgávur frá Mentamálaráðnum. Tey akseptera ikki okkara arbeiðsætlanir. Eitt nú skuldu vit taka okkum av Lutherárinum, Skansanum, og fyri framman er avtalan tann immaterielli 90 mentanararvurin. Tað verður bara lessað omaná, og tað er ikki gott fyri raðfestingarnar, tá ið ressursirnar eru so smáar, sum tær eru. Ambitiónirnar hjá Mentamálaráðnum eru ov stórar í mun til tær ressursir, sum verða tillutaðar okkum. Vísandi til nýliga útkomnu bókina há Helga Rasmussen (2016), mælti stjórin fyri Søvnum Landsins, at Um vit samanbera Náttúrugripasavnið og Fornminnissavnið, so er Náttúrugripasavnið sambært bókini hjá Helga Rasmussen eitt neurotiskt system, meðan Fornminnissavnið er eitt psykotiskt system, har alt kemur gjøgnum membranin, meðan Náttúrugripasavnið hevur latið seg aftur um seg sjálvt. Heimasíðan Spurt varð, hví stjórin fyri Søvnum Landsins hevði raðfest eina felags heimasíðu so høgt í prosessini, sum hann hevði gjørt, svaraði stjórin, at tað skuldi eg kanska ikki havt gjørt, men latið tað koyrt, sum tað var, í eina tíð afturat, men eg sá eina felags heimasíðu sum ein hátt at teinkja stovnin sum tænastustovn, so tað kundi síggjast, hvørjar tænastur hann kundi veita samfelagnum í síni heild. Tær gomlu heimasíðurnar søgdu bert, hvørjir stovnarnir vóru, og satt at siga, so passaði eingin tær, tær vóru ikki dagførdar, og á fleiri var kaos. Tað var kanska ein feilur at gera tað, síggi eg nú, tá ið ressursirnar ikki vóru til tað. Men eg helt, at tá ið stovnarnir vóru lagdir saman, so skuldu teir hava eina felags fasadu úteftir. Vit kundu ikki halda fram við at hava fimm ymiskar heimasíður, men tað er eingin sum sigur, at vit ikki kunnu gera ta felags heimasíðuna betri, men tað skal fólk til at gera tað. Sum er, eru tað fleiri, sum hava rætt til at koma inn á heimasíðuna, men stjórin viðgekk, at hon er ikki løtt at fáast við, tað mátti viðgangast, so tað er ikki annað at gera, enn at gera eina nýggja heimasíðu, har ein redaktørur hevði ábyrgdina, sum kundi leiðbeina øðrum, sum høvdu rætt til at leggja inn á hana. Stjórin segði, at tað høvdu ikki verið nakrir pengar at tikið av til ein slíkan, so hann hevði roynt sum best, men ressursir mangla, eisini har; tað sum eg gjørdi, tað var av neyð. Hann royndi, segði hann, at fáa teldukøn fólk á Søvnum Landsins at hjálpa sær, men tey vildu ikki, tí noyddist at hann at gera tað sjálvur. Hin vegin mátti hann siga, at hann ikki var samdur í at heimasíðan ikki hevði tænt nøkrum endamáli, hann helt hon segði nógv um Søvn Landsins. Leiðarin á Landsskjalasavninum helt, at hetta fyrst og fremst var ein praktiskur spurningur, sum átti at kunna loysast, um tað komu fleiri ressursir. Frá fleiri til eitt rakstrarstað Samanleggingin snúði seg eisini um at leggja tað økonomiska ella tað fíggjarliga saman. Tað vóru upprunaliga ... 6-7 rakstrarstøð, sum í fíggjarlógararbeiði hjá yvirskipaðum myndugleikum vórðu løgd saman í eitt, og neyðugt var fyri yvirlitið at skipa búskapin eftir veruleikanum við samanlegging og felags virksemi heldur enn eftir gomlu stovnsskipanini. Tá ið tað kom til teldukervið, so vóru summi uppi í Traðarnetinum, onnur í Landsnet, og onkur hevði egna skipan. Har mátti veljast. Vit valdu Landsnet, sum tá hevði flest tænastur at bjóða, so vit tóku avgerð um, at Søvn Landsins fóru upp í Landsnet. Serligar uppgávur kundu loysast á annan hátt, men eg mátti sum stjóri vita, hvat skuldi loysast, áðrenn nakað varð sett í verk, og eisini her hava pengar verið ein spurningur, tí alt kostar. Eisini eru trygdarkrøvini vorðin herd, og har hevði Landsnet ein fyrimun. Tíðarskráseting var eitt krav frá 91 grannskoðanini fyri at halda skil á fólki og arbeiðstíð. Tað er nú einaferð so, at organisatiónin eisini flytur seg við teimum undirstøðukervum, sum vit hava strukturelt, og Søvn Landsins hava longu í so máta flutt seg frá at vera 5 stovnar til at vera ein stovnur. Tað er longu broytt. Tað er bara í høvdinum á summum, sum ikki fylgja við, at støðan tykist óbroytt. Deildarfundir og arbeiðsbýti Spurt varð um kunning á deildunum og um, hvussu tað var við deildarfundum við starvsfólk og onnur. Her varð sagt, at á Fornminnissavninum hevur tað leingi verið ein traditión fyri, at alt frá byrjan fyrst skal viðgerast á einum starvsfólkafundi, (tað var ein leiðslustílur, sum onkur leiðari dámdi væl), tí hava fólk viðhvørt ilt við at skilja ímillum, hvat ið er leiðsla, og hvat er starvsfólkamál, tað er ikki altíð fair at krógva seg aftan fyri øll starvsfólkini, tá ið ein tekur avgerðir. Tað er munur á tí, sum hoyrir undir starvsfólkamál og hvat er leiðsla. Sjálvandi skulu fólk kunnast, men alt kann ikki altíð byrja i plenum. Hetta var leiðslubólkurin samdur um. Setti leiðarin á Fornminnissavninum, segði, at Teir fundir, sum eg havi hildið, teir havi eg kent miseydnaðar, tí har sita fólk, sum sjálvi halda seg vera leiðarar, og verja síni kompetansuøki, so tað er bara vorðið til konflikt. Alt skal vendast, eisini tað sum hoyrir til í einum forum fyri starvsfólkamál. Eg sigi sum er, at tað er ein trupulleiki at hava fund, sum er. Eg gangi runt og tosi við fólk um tað, sum skal gerast, og leiði ikki so nógv gjøgnum fund. Tað ber eisini væl til. Eg havi givið savnsteknikarunum møguleika sjálvir at leggja sítt arbeiði til rættis og raðfesta tað sjálvi, men tað hevur ikki altíð riggað, tað eru teir ikki vanir við. Tað skal vera tað vanliga at leggja sítt arbeiði til rættis sjálvur, uttan í teimum førum, tá ið tað til tíðir koma átrokandi uppgávur, har tað er neyðugt at arbeiða saman, men tað hevur ikki verið nakar trupulleiki millum savnsteknikararnar. Verri er við akademikarunum. Her skoytti leiðarin fyri Søvnum Landsins uppí, at Tað er nettupp fyri at sleppa undan at geva ordrar, at fólk skulu vita, hvat er teirra uppgáva, sleppa at planleggja teirra uppgávur sjálvi, og so kann leiðarin fylgja við, at tað verður gjørt, sum tað skal. Tað gevur meira persónliga ábyrgd. Eg var sjálvur í síni tíð sum savnvørður við til at flyta goymslurnar, tastaði tað mesta inn sjálvur, men eg hevði eisini ábyrgdina. Tú kanst ikki bæði leiða og framleiða, men tá ið eingin annar er, so má mann eisini gera tað. Framleiða tað, sum søvn skulu gera og eru teirra outputt, myndugleikamál, framsýningar, gransking o.a. Tað má vera eitt innputt og eitt outputt, sum fer rættan veg í skipanini og gjøgnum tað rætta leiðsluniveauið. Til hetta segði setti leiðarin á Fornminnissavninum: Tá ið mann arbeiðir á Søvnum Landsins, so eigur tú at kunna vera við í mongum og ikki bert sita á tíni skrivstovu og granska. Setrið hevur altíð viljað havt niðurfest eitt krav um produktión, men tað er vist ikki eydnast, og so er heldur ikki á søvnunum, men tað eru mál, sum tað eigur at verða arbeitt fram ímóti. Leiðarin á Landsskjalasavninum viðmerkti, at Fólk, serliga akademikararnir, hava ilt við at góðtaka leiðslurættin, vilja halda seg til teirra gamla setanarskriv. Tað kann verða ein trupulleiki at leiða tá. Summi produsera tað tey skulu, og tey skulu fáa frið, men so eru tað summi, sum muga skumpast. Tú mást taka fólk, sum tey eru, tað við at siga ymist, tað má leiðslan fyrihalda seg til. 92 Stjórin fyri Søvnum Landsins segði, at Uppgávurnar hjá Náttúrugripasavninum eru defineraðar eftir teimum fimm súlunum hjá ICOM, eg havi roynt at spyrja, hvat tey ætla at definera innan fyri teirra fakliga ábyrgdarøki við hesum súlunum í huga, men tað seyrar ikki inn. Súlurnar eru avhengigar av hvørjum øðrum, og sum kurator hevur tú ábyrgd av øllum súlunum, og so mást tú organisera títt arbeiði eftir tí. Men soleiðis uppfatar Náttúrugripasavnið ikki sína uppgávu, eg veit ikki hvat tey uppfata. Nýggja savnslógin hevur bert tríggjar súlur. Hvat er eitt tjóðsavn Uppfatanin av, hvat eitt tjóðsavn er, tað var nú eisini tikið upp til diskussión. Tey á Náttúrugripasavninum hava, sum tað sæst av tí, sum er sagt frammanundan, verið ímóti einum felagssavni undir heitinum tjóðsavn og vísa til, at tjóðsøvn eru bara um mentan og ikki um náttúru, men tað er ikki altíð so, eitt nú er tað saman í einum savni á álandi, sum er eitt land, sum vit kunnu bera okkum saman við. Tað er eisini stórur munur á Náttúrusøvnum aðrastaðni og okkara lítla Náttúrugripasavni. Hetta vóru teir tríggir samdir um, og leiðarin á Fornminnissavninum vísti á, at framsýningin í Brekkutúni nú bar heitið Tjóðsavn, mentan og náttúra, so tað er longu greitt, hvat tjóðsavnið er, tað er tað, sum framsýningin eitur. Hann vísti eisini á, at í løtuni er tað bert ein savnvørður, sum eisini hevur framsýningar sum sítt arbeiðsøki, hinir arbeiða næstan bert við antikvariskum málum, so har er ein óbalansi. í hesum sambandi legði stjórin fyri Søvnum Landsins afturat, at Framsýningin kundi sjálvandi havt sín egna sýningarleiðara, tað hevði borið til, men so langt var tað bara ikki komið enn. Tað eru jú so nógvir leysir endar, sum skulu fáast upp á pláss. á álandi høvdu framsýningarnar sín egna leiðara, varð sagt. Og hann helt áfram, at har afturat kemur, at Mentamálaráðið sjálvt er farið at arbeiða á okkara fakliga niveau og beinir okkum at gera musealar uppgávur í staðin fyri at brúka tíðina til at arbeiða við lóggávuni, sum skal gera alt greiðari hjá søvnunum. Tey skuldu arbeitt fyri at fingið hasi lógaruppskotini liðug. Undrast kann verða á: hví gera tey ikki lógargrundarlagið? Tá mælti leiðarin á Landsskjalasavninum: Og tey sleppa at gera tað, ella onkur sleppur at gera tað. Viðhvørt undrast mann á, hvør er tann veruligi stjórin á Søvnum Landsins kanska onkur í Mentamálaráðnum? Hann vísti eisini á, at Landsskjalasavnið er skorið inn á bein, so har kemur framsýning og miðling í fyrsta umfari í aðru røð, tí tað er neyðugt at raðfesta arkivini og goymslurnar fyrst, so tað fungerar. Gegni og ógegni Ein spurningur, sum ofta er borin fram, ikki minst í klagunum, er spurningurin um gegni, serliga tá ið tað galt stjóran fyri Søvnum Landsins og aðalstjóran. Til hetta segði stjórin fyri Søvnum Landsins, at aðalstjórin hevði havt berøringsangst av hesum málinum, og at hann sjálvur eisini hevði havt berøringsangst av hesum máli yvir fyri aðalstjóranum, tí vit eru svágrar, og vit diskutera tað ikki. Hann segði, seg vita at aðalstjórin hevur leitt ávísar fundir í sambandi við klagurnar, men dagliga vóru tað bert deildarleiðarin fyri Mentanardeildini og fulltrúin sum høvdu við Søvn Landsins at gera, einamest fulltrúin. Leiðarin fyri Landsskjalasavninum viðmerkti í hesum sambandi, at aðalstjórin hevur ábyrgdina kortini, og hann hevur eisini ábyrgdina av tí, sum 93 hansara starvsfólk gera, har er so nógv sum skal ruddast upp í, sum er blandað saman. Tað kom eisini fram í hesum sambandi, at tá ið talan var um gegni og ógegni, so var tað so, at fulltrúin, sum fyrst og fremst tók sær av málinum í Mentamálaráðnum, er gift við einum av savnvørðunum á Fornminnissavninum, og hon er eisini systir til savnsarkitektin, ið var ein teirra á Fornminnissavninum, sum klagað hevði, so har kann sostatt eisini ein spurningur um ógegni koma upp á tal í øllum dagligum samskifti millum Søvn Landsins og Mentamálaráðið. Sami leiðari á tveimum deildum Spurt varð, hví leiðarin á Landsbókasavninum var settur sum fyribilsleiðari á Landsbókasavninum og ikki ein av bókavørðunum á Landsbókasavninum. Til tað svaraði stjórin á Søvnum Landsins, at Vit hava eina støðu við setanarsteðgi, so at sett ein av bókavørðunum vildi verið tað sama sum eitt sett eitt starvsfólkaumboð í leiðsluna, og tá er møguleiki fyri at egininteressa kann koma at gera um seg, og at tann, sum settur verður, ikki tekur ábyrgd sum leiðari, so sum støðan er í løtuni, og tað kundi tað komið at verið, um eg setti ein av bókavørðunum, sum nú eru, fyribils. Tað er vigtigt at hava eina leiðslu sum leiðslu. Leiðarin skal ikki vera tann, sum tey spyrja um tað, sum tey sjálvi eru ekspertar í. Tað er ikki tað, tað snýr seg um. Higartil hevur tað gingið soleiðis fyri seg, at tey eru farin til leiðaran við øllum tí fakliga, so hann var vorðin ein fakligur mentor hjá teimum hjá øllum. Tað endaði alt har hjá honum í staðin fyri, at tann fakliga vitanin lá meira spreidd út, so at fólk høvdu álit á egnum førleika og tordu at taka avgerðir, har tey skuldu, og ikki vera so hjálparleys. Tey skulu vita, hvat krevst av teimum í tráð vit tað, sum stovnurin stendur fyri og hevur sum uppgávu, men kunna leiðaran sjálvandi, so hann veit, hvat fer fram. Her segði setti leiðarin á Landsbókasavninum, at tað skal verða litið upp í hendurnar á bókavørðunum at taka avgerðir á teimum ymisku økjunum, tað skal ikki leiðarin, og hartil kemur tað, at tað nú er stjórin á Søvnum Landsins, sum er Landsbókavørður, og hann kann mann ikki altíð fara til við tí fakliga. Stjórin á Søvnum Landsins viðmerkti, at Tað er tað sama á Fornminnissavninum, stjórin skal ikki altíð taka avgerð í málum, tá ið tað kemur til tað antikvariska, tað er ein funktión, sum ein fornfrøðingur røkir í ávísum sløgum av málum, ein arkitektur í øðrum sløgum av málum og ein søgufrøðingur í einum triðja slagi av málum. Landsantikvarurin nýtist ikki altíð at vera tann fakligi eksperturin, men hann hevur ábyrgdina, og tí skal hann vita um, hvat stovnurin meinar, og kenna seg tryggan við tær avgerðir, sum tiknar verða. Setti leiðarin á Landsbókasavninum hevði fingið ta fatan, at undanfarni leiðarin tey árini, hann hevur verið leiðari, mest (hevði) átikið sær fakuppgávur og ikki verið so nógv leiðari, tað hevur gjørt, at fólk eru vorðin rættiliga hjálparleys, tá ið avgerðir skuldu takast, tí tey eru ikki von við at taka tær sjálvi og hava tí spurt meira enn gott er, og tað hevur gjørt tey rættiliga hjálparleys í summum førum, bókasavnshjálpararnir eru næstan frægari enn bókavørðirnir. Eg havi havt eina rúgvu av samrøðum við bókavørðirnar, men eg fái bara spurningar frá teimum og ikki so nógv svar, tí tað var so nógv, sum undanfarni leiðari plagdi at gera, og tað høvdu tey vant seg til. Júst tað, segði stjórin á Søvnum Landsins, tey uppfata stjóran sum ein fakligan yvirspecialist, sum skal taka allar avgerðir fyri tey, í staðin fyri at tey skulu geva honum ráð á teimum økjum, sum tey duga og varða av. 94 á Landsbókasavninum,Har eru nógv sum hava eftirútbúgvið seg á ymiskum økjum, um tey vóru relevant ella ei, kundi hann ikki siga upp á standandi fót, og tað hevur tikið tíð frá bókasavnsarbeiðinum í praksis, tí tankarnir hava verið aðrastaðni. Har er so nógv, sum átti at verið dagført á Landsbókasavninum, eitt nú líkist móttøkan einum russiskum posthúsi, meðan funktiónirnar í køkinum eru optimalar og vælveran í topp við urtatei og fruktskálum og hugnaligum kaffipausum. Tað er, tá ið tað kemur til tað fakliga, arbeiðspraksisir, at tey eru vorðin apatisk, og tað skyldast manglandi veruliga leiðslu, tey eru vorðin curlaði ov nógv. Innfør ikki fruktordningar, tí so fara fólk eftir stuttari tíð at hugsa meira, um bananirnar eru harðar ella bleytar, enn at fokusera upp á tað arbeiði, sum skal gerast. Fundurin endaði við einum meira generellum práti um, hví summir persónar vóru so aggressivir um samanleggingina. Tað varð ført fram, at nógv av hesum hevði sínar søguligu røtur í persónligum skuffilsum og frustatiónum í starvsviðurskiftum og starvsambitiónum. Onnur vóru kanska eksistentielt órógvað av samanleggingini, tí hon órógvaði viðurskifti, sum høvdu verið, og sum tey ikki ynsktu broytt, tí tað broytta órógvaði tey, vildu helst bara hava frið at sleppa at gera, sum tey plagdu og vildu. Tosað varð eisini um psykotiskar og neurotiskar membranir bæði hjá fólkum og hjá deildum á Søvnum Landsins. Til allarseinast varð umrøtt, hví summir aktørar løgdu so stóran dent á, at øll leiðsla skuldi byrja í plenum frá fyrstu løtu og navigerast harfrá, og ikki so nógv út frá einum yvirskipaðum máli, sum var endamálið við Søvnum Landsins. Her varð víst til tað virðisgrundarlagið, sum Mentamálaráðið sjálvt hevði marknaðarført á fundinum í Norðurlandahúsinum, har so stórur dentur var lagdur á, at øll samanleggingin skuldi fara fram í meira ella minni fullari semju, og at tað skuldi valda friður á feltinum og í menniskjum góður tokki, men at tað var sera torført at fáa tað at rigga, tá ið sjónarmiðini vóru so ymisk, bæði tá ið tað kom til tað strukturella og til persónlig áhugamál og ontologiskan ótryggleika hjá teimum einstøku aktørunum í einum strukturi undir broyting.145 Fólk í Mentamálaráðnum Sum eitt tað seinasta í sambandi við eftirmetingina vórðu samrøður gjørdar við fólk í Mentamálaráðnum.146 Samrøðurnar vórðu gjørdar einsæris og uppritini frá samrøðunum vóru send teimum einstøku til viðmerkingar og suppleringar. Longri samrøður eru tí bert gjørdar við deildarstjóran Martin Næs og fulltrúan Armgarð Weihe. Frá aðalstjóranum havi eg fingið at vita, at han sum aðalstjóri ikki hevur verið uppi í málsviðgerini av samanleggingina av Søvnum Landsins, tað hevur Mentanardeildin tikið sær av, men hann hevur saman við stjóranum á Søvnum Landsins, leiðsluni á Mentanardeildini og landsstýrisfólkinum verið á fundi í januar 2013, har stjórin fyri Søvnum Landsins hevur fingið at vita at landstýrismaðurin ynskti, at hann skuldi fremja ætlanina so skjótt sum gjørligt og so hvørt fígging loyvir tí. Eisini hevur hann í samráð við landstýriskvinnuna kunna vissa stjóran fyri Søvnum Landsins um, at hannvið delegeringini í 145 Upprit nr. 10. Søvn Landsins. Samrøða við leiðslutoymið 28. september 2016.146 Tey sum tosað er við, eru Martin Næs, deildarstjóri, Armgarð Weihe, fulltrúi og Poul Geert Hansen, aðalstjóri. 95 sambandi við setan havi óavmarkaðar heimildir at skipa stovnin, eisini hóast galdandi lógir leggja upp til ávísan bygnað, og hóast álitið frá 2009 ikki verður fylgt. Hann vissaði meg um, at eg hevði fullan stuðul frá Mentamálráðnum, 147 Byrjaði í 1990 Spurdur um, hvussu leingi Mentamálaráðið hevði fyrireikað samanleggingina, segði deildarstjórin á Mentanardeildini, at tað hevði verið eitt politiskt ynski at leggja søvnini saman í ein stovn frá í hvussu so er 1990, so tað átti ikki at loypt hvøkk á nakran, um at tað fór at henda fyrr ella seinni. Søvnini høvdu í fleiri førum eisini verið á fundi um tað, men tað finst hinvegin einki ynski frá søvnunum sjálvum um at verða løgd saman. Tað er eitt politiskt ynski, og tað sum lá aftanfyri, var fyrst og fremst eitt ynski um at fremja sparingar á økinum. Sjálvt um tað var eitt politiskt ynski um samanlegging, hevur tann politiska skipanin ikki megnað at fullføra ætlanina, m.a. tí at søvnini í áravís hava verið afturúrsigld fyrst og fremst fíggjarliga. Við direktivi og ikki við lóg Upp á fyrispurning um, hví samanleggingin var framd við einum direktivi og ikki við lóg, segði deildarstjórin, at søvnini hava 4 ymiskar lógir at virka eftir og tær treingja allar til ábøtur og til at verða endurskoðaðar. Aftrat hesum lógum eru aðrar lógir og kunngerðir, sum snúgva seg um savnsøkið, og sum eisini treingja til ábøtur og endurskoðan. Mentamálaráðið hevur bert ein fulltrúa, sum arbeiðir við øllum savnsøkinum, og tað er avmarkað, hvussu nógv og skjótt ein persónur fær arbeitt, saman við einum løgfrøðingi, sum eisini hevur nógvar aðrar uppgávur. Mett varð, at tað kundi koma at ganga rættiliga long tíð, áðrenn eitt endaligt lógarverk á øllum savnsøkinum var liðugt. Kannað var tí eftir, um ein samanlegging ikki kundi fara fram í praksis við støði í galdandi lógum. Tað var kannað løgfrøðiliga og úrslitið varð, at lógirnar ikki forðaðu fyri tí, tí varð avgjørt at fara undir eina samanleggingartilgongd við støði í tí leisti, sum samanleggingin er framd eftir. Avgjørt varð tí at fara undir samanleggingina, soleiðis at setti stjórin fyri Søvnum Landsins skuldi standa fyri samanleggingini í verki vegna Mentamálaráðið, samstundis sum Mentamálaráðið arbeiddi við einum nýggjum lógarverki, sum skuldi samsvara við restina. Tað er tað, sum hevur verið roynt at gera. Tvørrandi játtan Spurdur hví Søvn Landsins ikki fingu tann peningin til samanleggingina, sum lovaður varð, vísti deildarstjórin á, at savnsøkið hevur verið undirfíggjað í nógv ár. Spurningurin er, um tað er rætt at siga, at peningurin varð lovaður. Tá ið tann politiska skipanin tók undir við álitinum um samanlegging á savnsøkinum (2009- 10), og stjórin fyri tann samanlagda stovnin varð settur 1. januar 2011, varð eisini tikið sum givið, at tikið varð undir við kostnaðinum av slíkari samanlegging. Staðfestast kann, at tær fíggjarligu raðfestingarnar hava ikki svarað til tær politisku. Hann segði eisini, at ætlanin um at leggja søvnini saman byrjaði longu í uml. 1990 fyri 26 árum síðani so tað hava verið nógv fólk uppi í arbeiðinum, 147 Notat frá telefonsamrøðu við aðalstjóran um heimildir. Dagfest 18. februar 2016, J.nr. 12/00256-32. Málsviðgerð: AM. 96 bæði í Mentamálaráðnum og frá søvnunum. Nógvir fundir hava verið, og skjøl eru skrivað. Tað er tí ringt at vísa á nakran einstakan arkitekt, teir hava verið fleiri, men tey seinastu árini hava tað verið deildarstjórin og fulltrúin í Mentamálaráðnum, sum hava tikið um endan og staðið fyri tí fyrireikandi arbeiðinum, sum eisini sæst í savnsálitinum frá 2009, og sum kann sigast at vera ein samandráttur av savnstonkum um, hvussu tað føroyska savnsverkið skal síggja út í framtíðini. Hetta tilfarið varð eisini lagt fram og viðgjørt á savnsfundinum í Norðurlandahúsinum í 2010. Tríggir aðalstjórar Deildarstjórin vísti á, at núverandi aðalstjórin, er tann triði í røðini av aðalstjórum, sum hava havt við samanleggingarmálið at gera, og sum meira ella minni hava arbeitt við tí, men hann man vera tann, sum hevur havt minst við tilgongdina at gera av teimum trimum. Tað er Mentanardeildin, sum hevur havt málið og arbeitt við tí, men sum aðalstjóri er hann sjálvandi vorðin javnan kunnaður um tað, sum er farið fram, hann hevur ikki verið uppí í málinum sjálvur, uttan tað at hann hevur verið á fundi sum aðalstjóri í sambandi við tær klagur, sum eru komnar í 2016. Sjálvandi hevur hann eisini verið uppi í fíggjarlógararbeiðinum síðan 2012, eisini við tí sum hevur við Søvn Landsins at gera, og á tann hátt kunnaður um støðuna.148 Ikki andað stjóran í nakkan Spurdur um Mentamálaráðið ikki hevði skundað undir eina prosess, sum hevði tikið heili 6 ár, svaraði deildarstjórin, at tað bar ikki til at siga, at Mentamálaráðið javnan hevði andað í nakkan á stjóranum fyri Søvnum Landsins og koyrt á hann, hann var sloppin at arbeiða í friði við teirri uppgávu, sum hann varð settur til at fremja, men Mentamálaráðið var greitt yvir, at uppgávan var torfør, serliga tí at tað ikki vóru søvnini, sum høvdu ynskt eina samanlegging, men tann politiski myndugleikin, men samstarvið við stjóran, tað hevði verið gott. Deildarstjórin metti, at tann manglandi játtanin til samanleggingina var ein tann størsti trupulleikin, tí tað gjørdi tað sera trupult hjá stjóranum at fremja tað, sum hann var settur til, tí hann hevði ikki annan møguleika enn at finna ressursir innanhýsis, har tað yvirhøvur bar til. Mentamálaráðið hevur roynt at útvega pening, og eydnaðist tað í 2016 at fáa játtan til ein telduskjalavørð, sum kundi fara undir at fyrireika Landsskjalasavnið til at taka ímóti talgildum skjølum. Hetta var bara ein av teimum óloystu uppgávunum. Misjavnur áhugi Spurdur um fatanina hjá Mentamálaráðnum av ti, sum er hent í málinum aftan á klagurnar um samanleggingina, vísti deildarstjórin á, at um litið varð aftur til 1988, so hava tað verið 26 landsstýrisfólk í mentamálum, í miðal eitt landsstýrisfólk um ári. Hetta lýsir væl støðuna. áhugi teirra fyri søvnunum hevur 148 Beinleiðis spurdur segði aðalstjórin Poul Geert Hansen í samrøðu tann 7. november 2016, at hann ikki hevði viðgjørt málið um Søvn Landsins sum so, uttan í einstøkum førum, har hann saman við landsstýriskvinnuni hevði verið á fundi við starvsfólk, sum høvdu klagað. Málsviðgerðina av Søvnum Landsins, hana hevði Mentanardeildin í Mentamálaráðnum um hendi, men sum aðalstjóri var hann sjálvandi javnan kunnaður um hetta mál eins væl og onnur, sum hann hevði yvirskipaðu ábyrgdina av í Mentamálaráðnum Hann kundi vátta at hann og stjórin fyri Søvnum Landsins so at siga heldur ikki høvdu tosað um Søvn Landsins privat av somu orsøk, sum stjórin fyri Søvnum Landsins nevnir. (Samrøða við aðalstjóran Poul Geert Hansen 7. november 2016). 97 verið misjavnur, og eingin tykist at hava raðfest søvnini ovast, fyrr enn nú tá ið trupulleikar hópa seg upp í sambandi við samanleggingina. Deildarstjórin ivaðist ikki í, at um tey, sum hava ábyrgdina, høvdu játtað ta fígging, sum biðið varð um, so hevði nógv sæð øðrvísi út, tí so kundi stjórin fyri Søvnum Landsins havt kunnað arbeitt við samanleggingini, uttan frá byrjan at gera stór inntriv í tey einstøku søvnini fyri at fáa ressursir til at fremja ta ynsktu samanleggingina. Deildarstjórin helt, at stjórin fyri Søvnum Landsins, undir teimum umstøðum, sum hann hevur havt, hevur megnað rímiliga væl at siglt millum skerini, men hann visti, at uppgávan hevði ikki verið løtt. Deildarstjórin ásannaði, at tað í roynd og veru ikki er hent nakað stórvegis á savnsøkinum, síðani tað nýggja bókasavnshúsið í J. C. Svabosgøtu varð bygt í 1970-árunum. Samanumtikið kann sigast, at tað, sum hevur eyðkent tíðina síðan, er eitt vantandi politiskt ágrýtni og eitt politiskt áhugaloysi fyri savnsøkinum. Tá ið so er, er torført at leggja gamlar stovnar við gomlum mentanum saman í ein uttan nýfígging.149 Tað fyrisitingarliga og tað fakliga Samrøðan við fulltrúan Armgarð Weihe snúði seg fyrst og fremst um, hvussu hon helt at samanleggingin, sum hon hevði havt nógv ið at gera, higartil hevði hilnast. Samrøðan tók partvíst støði í álitinum um savnsbygnað frá 2009. Fulltrúin vísti til tey fýra punktini í tilmælinum í álitinum150, har tað undir fyrsta punkti verður mælt til, at Søvnini undir Mentamálaráðnum verða samskipað í eina yvirskipaða fyrisiting, nevnd Søvn Landsins. Fyrisitingarligar uppgávur hjá søvnunum verða lagdar til Søvn Landsins at umsita. Ætlanin við Søvnum Landsins var at skipa eina fyrisiting á skjalasavns-, bókasavns- og savnsøkinum. í fyrsta umfari við landssøvnunum hjá Mentamálaráðnum, men sambært álitinum var eisini ætlanin, at Søvn Landsins so ella so skuldu fevna um Jarðfrøðisavnið151 og Listasavn Føroya.152 Við at skipa tað fyrisitingarliga arbeiðið í Søvnum Landsins var ætlanin eisini at styrkja stovnarnar fakliga, og sambært triðja punkti í tilmælinum153 var tankin var at savna fyrisitingina av savnsøkinum hjá landinum á einum staði. í øðrum punkti154 verður mælt til, at ein ætlan verður løgd fyri betran av hølisumstøðum, og í fjórða punkti155 verður mælt til, at farið verður undir at fyrireika rammulóggávu av savnsvirkseminum. Nú, gott og væl fimm ár eftir, at Søvn Landsins vórðu sett á stovn, verða fyrisitingarligar uppgávur á savnsøkinum røktar bæði í Søvnum Landsins og í Mentamálaráðnum. Um tað ikki er skilt heilt skeivt, so var tað fatanin hjá fulltrúanum, at Søvn Landsins skuldu koma at vera eitt stýri, sum avlastaði Mentamálaráðið. í hesum sambandi er vert at vísa til tað, sum er sagt omanfyri av leiðsluni á Søvnum Landsins, at Mentamálaráðið alt meira er farið at áleggja Søvnum Landsins uppgávur og blanda seg upp í virksemi á Søvnum Landsins. 149 Upprit frá samrøðu við Martin Næs, deildarstjóra, Mentamálaráðið 7. november 2016 kl. 15.00-16.00. JPJ.150 álit um savnsbygnað. Mentamáladeildin, dagført 10. september 2009, bls. 3.151 álit um savnsbygnað. Mentamáladeildin, dagført 10. september 2009, fylgiskjal 1, bls. 16. 152 álit um savnsbygnað. Mentamáladeildin, dagført 10. september 2009, fylgiskjal 2, bls. 18. 153álit um savnsbygnað. Mentamáladeildin, dagført 10. september 2009, bls. 3. 154álit um savnsbygnað. Mentamáladeildin, dagført 10. september 2009, bls. 3. 155álit um savnsbygnað. Mentamáladeildin, dagført 10. september 2009, bls. 3. 98 Eingin ætlan fyri betran av hølisumstøðunum fyriliggur, sigur hon, og hóast arbeitt hevur verið við uppskotum til nýggja lóggávu innan virksemisøkini hjá Søvnum Landsins, so er ikki komið á mál við nýggjari lóggávu. Sæð í tí ljósinum heldur fulltrúin ikki, at samanleggingin kann sigast at vera eydnast. Til tað er at siga, at tá tað kemur til lóggávuna, so er tað eingin annar enn Mentamálaráðið, sum hevur ábyrgdina. Tað er ráðið, sum skal koma við uppskotum til lógir. Manglandi undirtøka millum starvsfólkið í mun til, hvussu samanleggingin er eydnast innanhýsis á stovninum, vísir fulltrúin til álitið, har mælt verður til, at broytingarnar til framtíðar bygnað verða gjørdar lagaliga og mennast líðandi við innanhýsis semju.156 Tá ið skipan av nýggjum bygnaði hevur verið umrødd við stjóran, hevur verið víst á, at neyðugt er at fáa undirtøku fyri einum nýggjum bygnaði innanhýsis á stovninum. Tað sýnist leiðslan á stovninum ikki at hava megnað, og í staðin sýnist stovnurin í dag at vera merktur av órógv. Fólk eru flutt og deildir niðurlagaðar, uttan at ein greiður bygnaður er komin í staðin. Fleiri av teimum upprunaligu deildarleiðarunum hava antin sagt deildarleiðarapostin frá sær, eru fluttir ella farnir frá fyri aldur, og síðan hevur ein alt meiri eintáttað leiðsla tikið við á stovninum. Fulltrúin heldur, at tað er ørkymlandi, at ein stovnur, ið fakliga fevnir sera vítt, er farin frá at hava eina breiða fakliga umboðan í leiðslubólkinum til at vera skipaður við einum leiðslubólki, har bæði stjórin og teir tveir deildarleiðararnir, ið røkja allar leiðsluuppgávur á stovninum, eru útbúnir innan sama fakøki. Tað kundi týtt upp á, at tað ikki hevur eydnast stjóranum at skapa grundarlag fyri innanhýsis semjum um ein nýggjan bygnað. Við skipanini í Søvnum Landsins gjørdist stjórin fyri Søvn Landsins bæði ovasti stjóri fyri fakeindirnar og fyri fyrisitingina (og stýrisuppgávurnar) á stovninum. Orsøkina til hesa samanblanding av fakdeildum og fyrisiting í Søvnum Landsins skuldi síggjast í, at landið er lítið, og at tað tí ikki er møguligt at uppbyggja nøktandi faklig umhvørvi og vitan innan sama økið í fleiri støðum. Ætlanin var tí, at Søvn Landsins bæði skuldi virka sum fakstovnar (Fornminnissavn, Náttúrugripasavn, Landsskjalasavn og Landsbókasavn) og røkja myndugleikauppgávur (stýrisuppgávur) innan fornminna-, náttúru-, skjalasavns- og bókasavnsøkið). Fulltrúin vísir á, at tað ikki hevur verið ætlanin, at Søvn Landsins skulu verða skipað við eini einstreingjaðari leiðslu, tí hon er júst kend fyri ikki at egna seg til vitanarstovnar. Sentraliseringsprosess og deligering av ábyrgd Hon tók fram brot úr álitinum, har víst verður á, at søvnini hava ta styrki at vera óheftir fakligir vitanarstovnar,157 og at tað hevði avgerandi týdning fyri rættartrygdina í landinum, at almenna fyrisitingin tekur støðu á óheftum grundarlagi. Tí er tað av avgerandi týdningi, at fakliga virksemið á stovninum virkar á einum nøktandi støði, og at bygnaðurin á stovninum er skipaður, so at fakliga góðskan á stovninum verður so góð sum gjørligt. 156álit um savnsbygnað. Mentamáladeildin, dagført 10. september 2009, bls. 12. 157 álit um savnsbygnað. Mentamáladeildin, dagført 10. september 2009, bls. 10 99 Fulltrúin heldur, at sum støðan á stovninum hevur útviklað seg, so eru ábendingar um, at heldur enn at delegera fakligu ábyrgdina, so stendur leiðslan fyri eini sentraliseringsprosess, ið m.a. sæst aftur í, at stjórin røkir alt fleiri uppgávur sjálvur. Hon heldur, at tað kann vera sjálvur struktururin í Søvnum Landsins, har stjórin hevur evstu ábyrgd av bæði fakeindum og fyri fyrisitingini, ið kann hava ført til hesa støðuna, men at tað er óheppið, og tað hevur ikki verið ætlanin við samanleggingini. Fulltrúin vísur tó á, at samanblandingin millum fyrisiting og fakeindir eisini var galdandi í skipanini áðrenn samanleggingina. Hon ivast í, um loysnin er at skilja fakstovnar og fyrisiting sundur. Tá verða fakumhvørvini fragmenterað og fáa trupult við at menna seg. Fulltrúin helt, at nú tá ið Søvn Landsins verða eftirmett, er tað av týdningi, at tað verður fokuserað upp á arbeiðsumhvørvið á stovninum og á góðskuna á teimum tænastum, ið almenni stovnurin veitir. Skal stovnurin virka eftir ætlan, er neyðugt við einum umhvørvi, har starvsfólkini trívast og mennast. Eisini eigur at verða hugt eftir, hvussu stovnurin er mannaður í mun til tær uppgávur, ið verða álagdar starvsfólkunum, og hvussu tær verða røktar. Fulltrúin hevur fatan av, at innanhýsis trivnaðurin á stovninum alsamt er versnaður seinasta árið. Hon ber ótta fyri at ótryggu viðurskiftini ikki bara ganga út yvir fakliga støðið á stovninum og á teimum tænastum, ið stovnurin veitir, men at ótryggu viðurskiftini hava við sær ótolandi arbeiðsumstøður hjá starvsfólkunum á stovninum, og tað er ikki í lagi. Neyðugt er at hond verður tikin um støðuna.158 158 Upprit. Samrøða við Armgarð Weihe, fulltrúa í Mentamálaráðnum 8. november 2016. Kl. 14.00. JPJ 100 Samanumtøka og greining íhesum brotinum verður roynt at taka saman um tað týdningarmesta í tí, sum er lagt fram omanfyri, og roynt verður at greina tað. Tað skerst ikki burtur, at tað er ein rættiliga kakofoniskur veruleiki, ið verður lýstur í tí, sum er lagt fram, har so avgjørt ikki øll draga eina línu, tá ið tað um samanleggingina av Søvnum Landsins ræður, heldur ikki í Mentamálaráðnum sjálvum, har fatanin hjá fulltrúanum t.d. ikki er so fjar frá forteljingini hjá teimum, sum hava klagað á Fornminnissavninum. Tað er ein rættilig fløkja at greiða, tí tey 5-6 árini, sum farin eru, hava skapað umstøður fyri at koma upp í varg, at so nógv er sloppið at vevjast bæði upp í hvørt annað og tvørtur um hvørt annað, sum órudd í einum organisatoriskum limbo, har gamlir strukturar og stovnsmentanir enn anda, kanska serliga tí nógv savnsfólk ongantíð hava verið heit fyri eini samanlegging. Heldur ikki tykist Mentamálaráði at hava eina felags fatan av, hvat endamálið við samanleggingini skuldi vera. Sumt, ið er ført fram, er av meira prinsipiellum slag, meðan annað meira hoyrir undir banalitetir, sum tíverri ofta verða vanligar, tá ið ymiskar stovnsmentanir renna inn í hvørja aðra, og tá ið aktørar hava ymisk áhugamál eisini akademisk og faklig, og fáa stundir til at konkretisera tey. Fyri at siga tað stutt, er samanleggingin sloppin at taka alt ov langa tíð, og enn er eingin vissa fyri, at punktum verður sett við tað fyrsta, tí Mentamálaráðið er í summum førum eins val og Søvn Landsins í stríð við seg sjálvt í hesum máli. Ontologiskur tryggleiki og ótryggleiki Tað, sum hevur verið nóg leingi, verður vanliga fatað sum tað normala ella sum tað trygga, sum ein er vanur við og kennir seg heima í. Broytingar ikki minst sjálv broytingarprosessin kunnu ofta føra til ein sonevndan ontologiskan ótryggleika fyri at nýta eitt hugtak hjá bretska sosiologinum Anthony Giddens.159Tað er tað, sum liggur í tí, sum eitt av starvsfólkunum á Fornminnissavninum kom at siga:Vit, sum hava verið so leingi, vit vita, hvussu skipanin eigur at vera, men onkur ungur, sum kemur inn í skipanina, sum hon er nú (eftir at alt varð skipað í Søvn Landsins), kann halda, at so eigur tað at vera, og kemur at síggja tað øðrvísi.160 Tað er eingin orsøk til at ivast í, at ein samanleggingarprosess, ið hevur tikið so langa tíð at fremja, hevur skapað órógv og ótryggleika ikki bert hjá starvsfólkum, deildarleiðarunum, men eisini hjá stjóranum sjálvum. Samanleggingartilgongdin hevur broytt teirra máta at vera uppá, og hevur bæði givið stress og sársaka frá ovastu til niðastu rók. Tað er tí ikki uttan grund, at eitt nú starvsfólk í fyrisitingini ásanna,at atferðin hjá summum persónum er vorðin broytt eftir samanleggingina, og tey halda eisini, at atferðin hjá summum av teimum sjálvum er broytt eftir samanleggingina, uttan at tilskila nærri hvussu.161 159 Giddens 2002, 93.160 Upprit nr. 4. Fundur 12. september 2016 við savnvørðar, arkitekt og konservator á Fornminnissavninum.161 Upprit nr. 1. 1. september 2016. Skrivstovufólk og fólk í dagligu umsitingini. 101 Talan er um eina samanlegging av elstu stovnunum í landinum, ið hava havt 70 ár at skapa sín egna leiðslustíl, egna stovnsmentan og samleika. Talan er um rættiliga smáar stovnar, har stutt hevur verið upp til leiðsluna. Teirra sagda søga er eisini teirra samleiki og teirra høpi, og henda søga er ikki tann sama hjá øllum teimum samanløgdu stovnunum.162 Talan er um stovnar, sum hava virkað óheftir í valdi og frælsi uttan at nakar í roynd og veru áður hevur blandað seg upp í teirra virksemi, og har fólk nú eru rikin út úr teirra komfortsonu. Tann, sum hevur fingist við mentanargransking, veit, at tað hjá mestsum øllum er sera torført at sleppa sínum mentanarliga viðføri. Tað vanliga er at taka nógv av tí gamla viðførinum við sær. Viðførið kemur tí bæði tilvitað og ótilvitað í langa tíð at verða stýrandi fyri atferðini undir teimum nýggju umstøðunum í eini traditións- ella kulturøkologiskari tillaging, sum tað tekur sína tíð at fáa eitt øðrvísi skap á, serliga tá ið fólk hava eina kenslu av at hava mist tað tamarhald, sum tey høvdu frammanundan. á fundi, sum klagarar høvdu við Fíggjarmálaráðið, varð spurt, um tey kenna tað sum eitt álitisbrot, tá ið stjórin kontaktar stovnsleiðararnar og ikki deildarleiðararnar. Svarið var, at brotið er, tá ið hann segði, at tað ikki má fara víðari. Tað skiltu tey sum eitt internt álitisbrot, ti tey mettu, at deildarleiðararnir hava rætt til at vera partur av tí, sum hendir. Tað, sum klagararnir eru ónøgdir við, er at informatiónsrenslið er vorðið trongari, og at ikki so nógvir fundir eru við øll starvsfólkini sum frammanundan... Fyrr hevði mann fastar fundir og mann kunnaði á ymiskum niveauum. Tað, at ikki øll fáa alt at vita straks, er tað sum hevur skapt spjaðing og ótryggleika, og tí hava tey ikki álit á, at tað verður kommunikerað uppeftir til Mentamálaráðið, tá ið vit sum fakbólkur hava tørv á onkrum. Hetta kann fáa ein at hugsa um tað hugtak, sum tann amerikanski antropologurin Jonathan Wylie nýtir um eitt grundleggjandi virðisgrundarlag í tí føroyska samfelagnum. Tað er hugtakið egalitarian individualism javnrættis individualisma, sum merkir, at øll meira ella minni eru uppi í øllum, og sum ger, at tað kann vera ilt at góðtaka, at ein av teirra egnu er yvir hinum.163 Hetta er kanska helst galdandi fyri fakfólkini, meðan tey flestu ikki ynskja annað enn greiðar mannagongdir at arbeiða eftir. Harafturat kemur, at tá ið vit hava við 162 Tað eru fleiri bókmentir um hetta. Ein stutt lýsing er at finna á http://www.leksikon.org/art.php?n=5049. Sí eisini Rasmussen 2016.163 Wylie (1989, 7) vísir á, at tað hongur ein ávís tvístøða uppi í javnsettari individualismu, tí fyri tað fyrsta, they taka as symbols of community things that are ostensible equally accessible to everyone. Everyone knows about the weather, for example; everyone remembers the past; and everyone in a community shares a language. Using natural collective identity satisfies the requirement of basic equality, allows consensus...and also permits considerable individual virtuosity within limited fields of symbolic manipulation. In the case of traditional Faroese society, anyone might become a master balladeer (skipari), but the prestige derived from this particular talent did not extend beyond the dance floor, or perhaps even beyond the performance of one or two ballads. (Hetta samsvarar við tað, at ein húskallur væl kundi vera formaður á einum báti á útróðri, ella góður røktingarmaður, men tað var bert galdandi umborð á bátinum og á fjalli). Fyri tað næsta, so skapa føroyingar realms of social interaction hierarchically, such that individuals who find themselves unequal or dissimilar at one level may meet as equals on other, more comprehensive level of social organization...social networks are ranked, a single community being integrated by an internal network, and several communities being integrated by a higher, more formal one. Informally, a community thus exists almost invisibly, in an egalitarian social network whose participants spend a great deal of time agreeing with another... 102 menniskju at gera, kunnu persónligar ambitiónir tilvitað og ótilvitað koma at virka sum afturundirgerðir í eini nýskipan ella broytingartilgongd, sum tykist teimum ótrygg.164 í hesum sambandi skal eisini vísast á, at tað í tí fakliga eisini liggur ikki sørt av valdi, tá ið avgerðir skulu takast, og tey flestu vilja ikki missa vald, heldur ikki fakligt vald. Organisatiónssálarfrøðingurin Helgi Rasmussen vísir á, hvussu samspælið, tá ið tað verður sett í brennidepilin, millum eina organisatión og umheimin virkar, við støði í tí membran ella hinnu, sum liggur rundan um organisatiónina. Hann skilur ímillum tríggjar hinnur. Ta vanligu hinnuna, ta neurotisku hinnuna og ta psykotisku hinnuna.165 Sagt í stuttum, loyvir tann vanliga hinnan tí inn, sum eigur at sleppa inn, og heldur tí uttanfyri, sum eigur at vera uttanfyri, og skipar fyri, at tað, sum sleppur inn, í høvuðsheitum fer gjøgnum eina góðkenda inngongd. Um ta neurotisku hinnuna sigur hann, at tann vanliga hinnan onkuntíð kann broyta seg til at vera ein neurotisk hinna, ið roynir at halda øllum uttanfyri, sum kann órógva ta dagligu gongdina og rytmuna. Hóast veruleikafjart, so er endamálið við verjuni at varðveita ta innanhýsis javnvágina og møguleikarnar at yvirliva. Hetta merkir, at meginparturin av tí, sum kemur til skipanina, verður burturvíst og sleppur ikki inn, og at meginparturin av tí, sum skal út úr skipanini, verður steðgað av hinnuni. Inn- og útgongdir eru næstan stongdar, og tað, ið gjørt verður innanfyri, er slíkt, sum tey í skipanini gera av. Grundleggjandi dynamikkurin í skipanini við neurotiskum hinnum elvir til kenslur, ið ofta skifta ímillum stórlætisørskap og undirlutakenslur. Evnini at broyta og lata seg ávirka av tí, sum hendir uttan um ein um skipanin yvirhøvur varnast tað eru so vánalig, at skipanin smokkar saman, um umheimurin broytist munandi. Slíkar skipanir doyggja spakuliga í hungri ella av eitran, tí tær hvørki megna at taka ímóti inntaki ella framleiða úttak, soleiðis sum øllum livandi verum tørvar.166 So er tað tann psykotiska hinnan, sum tann vanliga hinnan eisini kann broytast til. Tað, sum ger ta psykotisku skipanina, er, at hon verður so holut ella gjøgnumseyrað, at nógv av tí, sum ikki hoyrir heima í skipanini, flýtur inn, at viðgerðin inni í skipanini er meira ella minni tilvildarlig, og at nógv av tí, sum skal út úr skipanini, fer út á óskipaðan hátt. Tað, sum hendir, er, at markið ímillum organisatiónina og umheimin kámast og hvørvur. Hetta hendir, samstundis sum skipanin roynir at sleppa sær undan øllum stríði og lagar seg til alt í royndini at gera øllum til vildar... hesi viðurskifti týna skipanina, og markið ímillum tað, sum er inni í henni, og tað, sum er uttanfyri hana, hvørvur.167 Spurningurin er eisini um Søvn Landsins er eitt yvirskipað stýri direktorat, og tann sentraliseringsprosess, sum er byrjað við samanleggingini, er misskilt.168 Hesum má greiði fáast á eisini í Mentamálaráðnum. 164 Orðið afturundirgerð verður brúkt um streym ella rák og merkir rák inni við land ímóti høvuðsrákinum útiá. Føroysk orðabók. Føroya Fróðskaparfelag 1998.165 Rasmussen 2016, 49 ff.166 Rasmussen 2016, 55 f. 167 Rasmussen 2016, 58.168 Stevnumiðið hjá Søvnum Landsins er, at 103 Fólk á Søvnum Landsins vísa á, at Mentamálaráðið blandar seg bæði upp í virksemið og í prioriteringarnar hjá Søvnum Landsins og áleggur teimum nýggjar uppgávur, sum yvirrula okkum í tí sum vit hava raðfest... Tey akseptera ikki okkara arbeiðsætlanir. Eitt nú skuldu vit taka okkum av Lutherárinum, Skansanum, og fyri framman er avtalan tann immaterielli mentanararvurin. Tað verður bara lessað omaná, og tað er ikki gott fyri raðfestingarnar, tá ið ressursirnar eru so smáar, sum tær eru. Ambitiónirnar hjá Mentamálaráðnum eru ov stórar í mun til tær ressursir, sum verða tillutaðar okkum. Greiði má tí fáast á, hvat Søvn Landsins og hvat tann yvirskipaða fyrisitingin ber í sær, og hvørjar tær fyrisitingarligu uppgávurnar hjá Søvnum Landsins eru mótvegis landsstýrisfólkinum, og um Søvn Landsins hava beinleiðis atgongd til landsstýrisfólki ella ikki, her ber ikki til at hava ymiskar fatanir. Teir fimm stovnarnir, sum eru lagdir saman í Søvn Landsins, eru ávirkaðir ymist av samanleggingartilgongdini. Landsbókasavnið var ikki stórvegis ávirkað fram til 1. august 2016, uttan tað, sum fráfarandi deildarleiðarin segði í samrøðu í Kringvarpinum, at tilgongdin hevði kenst tung og long. Hinvegin tykjast starvsfólkini at vera vorðin ávirkaði av, at tey nú hava fingið sama leiðara sum Landsskjalasavnið. Tað tey serliga óttast, er, at leiðslan í løtuni ikki kemur at verða ein fyribils loysn. Landsskjalasavnið tykist ikki at vera stórvegis ávirkað av samanleggingini, men virkar, sum tað altíð hevur gjørt. á Fornminnissavninum eru trupulleikar, sum lutvíst stava frá, at tey áður hava havt trupulleikar í leiðsluni í fleiri ár, og tað komu tey eisini at fáa, eftir at landsantikvarurin varð settur sum stjóri fyri Søvnum Landsins. Tað, tí at eingin løn var sett av til stjóran fyri Søvnum Landsins, sum tí fekk tað, sum annars hevði verið tillutað landsantikvarinum, tað samstundis sum skipanarligar broytingar vóru í umbúna, sum deildarleiðarar beinleiðis vóru ímóti, tá tað m.a. kom at broyta teirra starvsviðurskifti. Eisini ávirkar tað nógv tann negativa vegin, at har er so nógv leiðsla, sum liggur í hondunum á fyribils settum fólkum, og tað er ongantíð gott. Náttúrugripasavnið kom sum deild at mála seg upp í ein krók við at frásiga sær alla deildarleiðslu, hetta ikki so langa tíð eftir, at Havlívfrøðiliga Royndarstøðin, sum fyrr var sjálvstøðug, kom at verða innlimað sum ein fakligur lutur av Náttúrugripasavninum, eftir at tað privata ráðgevandi virksemið hjá royndarstøðini er vorðið einskilt ella privatiserað. Tað tykjast tí, at tað serliga eru akademikarar á Fornminnissavninum og á Náttúrugripasavninum, sum eru ónøgdir og ynskja seg aftur til tað, sum var, áðrenn samanleggingin fór av bakkastokki, ella minst møguligar broytingar. Hini starvsfólkini á Søvnum Landsins tykjast hinvegin fyrst og fremst at vóna at tilgongdin skal fáa ein enda skjótt, so at Søvn Landsins reisist upp úr øskuni sum ein nýggjur virkisfúsur fuglur Føniks. Sæð í bakspeglinum kann tað uttan iva eisini hava havt eina ávirkan, at tað ikki kom at vera tað sama landsstýrisfólk, sum fyrireikaði samanleggingina, sum kom at fremja hana í 2011. Um tað mundið, skuldi Mentamálaráðið eisini  fremja innsavning, skráseting, varðveiting, gransking og miðlan av mentanar- og náttúruarvinum.  fremja upplýsing, útbúgving og mentanarligt virksemi, sum verður lagt til grund fyri samfelagsmenningini.  tryggja varðveitsluna av savnindum, sum skjalfesta gerðir, sum hava týdning fyri borgarar og myndugleikar.  umsita lóggávu og stuðulsskipanir og veita landsmyndugleikum fakliga ráðgeving og útinna mál hjá landsstýrinum u mentanararv og náttúruarv. 104 spara pening, og tí kom tann lovaða játtanin ikki, og tað førdi til óheppin inntriv, sum komu at skeikla nógv viðurskifti til tað verra. Tað rætta hevði helst verið, at stjórin straks boðaði frá, at hann var settur undir skeivum fortreytum, men tað gjørdi hann ikki. Hann hevur ikki bert verið fjøtraður fíggjarliga, men eisini fjøtraður av teimum krøvum, sum Mentamálaráðið setti fram, um at samanleggingin skuldi fara fram í besta samljóði gomlu stovnanna millum og sum fulltrúin á Mentanardeildini, eisini leggur stóra áherðslu á. Bera vit saman samanleggingina av Fróðskaparsetrinum, Læraraskúlanum og Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum í ein stovn, so varð hetta ikki gjørt, fyrr enn alt tað nýggja lógargrundarlagið var í lagi. Ikki tí, har komu eisini at vera trupulleikar, men av tí at lógarverkið var rímiliga greitt, so kundi tað mesta loysast og stillast, so hvørt innanhýsis, uttan stórvegis tvídrátt. Samanleggingin í Søvn Landsins bygdi ikki á nýggja lóg, men á somu gomlu lógir, sum høvdu verið frammanundan, saman við einum direktivi frá Mentamálaráðnum, einum áliti og á eina starvslýsing fyri stjóran. Nógv av hesum samanleggingargrundarlagi kundi tulkast og tulkast ymist, og tað førdi til eina ávísa skismogenesu í sambandinum millum stjóra og akademikarar á stovninum, sum kanska tilvita ella ótilvitað ynsktu ein annan stjóra.169 Umstøðurnar, sum stjórin fyri Søvnum Landsins kom at arbeiða undir, kunnu tí fyri ein stóran part ábyrgdast laissez-faire-politikkinum hjá Mentamálaráðnum og politisku myndugleikunum. Stjórin varð sleptur upp á fjall. Hann hevur roynt at gera sítt besta og átikið sær uppgávur, sum hann átti at hava havt fólk til at gera, og tá ið hann ikki hevur havt tol at bíða, hevur hann gjørt tað sjálvur. í modernaðari leiðslu hevur tað, sum eitur human resource management, nógv at siga. Tað er ein týdningarmikil liður í allari leiðslu, sum í stuttum ber í sær, at farast skal við starvsfólkinum á ein hátt, so tað besta fæst burtur úr teimum. Flestu fyritøkur hava ein HR-manager, og tað eru bæði útbúgvingar og skeið í HR-management. Human resource management er vorðið til eini vísindi, sum, fyri at siga tað einfalt, er um at læra at duga at fara við fólki. Her snýr tað seg um hjá leiðslunum bæði ovastu leiðsluni og leiðslunum niðriundir at duga at leika sín leiklut væl og at samskifta á ein hátt, so at tann rætti boðskapurin kemur fram. Hetta er ikki bert galdandi top down, men eisini bottom up. Her kunnu tilvísingarkarmarnir sjálvsagt koma at umskarast, har fatanin av, hvussu alt hongur saman og skal hanga saman, er ymisk. Tað serliga, tá ið talan er um eina skipan, har fleiri fólk eru von at hava leiðslufunktiónir og eitt fakligt vald, sum tey hava ilt við at sleppa í einum umskipaðum strukturi, har vald verður flutt heilt ella lutvíst frá teimum til annað stað í skipanini. í tí, sum er lagt fram omanfyri, tykist tað, sum um samanleggingin í Søvn Landsins ikki í sjálvum sær hevur verið tann stóri trupulleikin, men at tann órógv ella tað órudd, sum hevur fingið hold í eini langrøkjutari prosess, er tann størsti meinbogin. Tað er tí eingin ivi um, at samanleggingin átti at verið framd skjótt og effektivt. Mentamálaráði átti at havt fylgt betri við málinum og sett eina dead- line fyri, nær samanleggingin skuldi verða framd, men í øllum sínum fyrivarnum rundan um samanleggingina, av ótta fyri tvídrátti, kom júst tað mótsetta at henda. 169 Skismogenesa er brúkt um eitt samskifti, har tamarhaldið verður mist; tað sum tá hendir, er at rollan ella leikluturin hjá fólkum í eini skipan, pavirkes av den andres forventninger, som igjen kan korrigeres av den faktiske oppførslen, og sa videre. Na finnes det typer av oppførsel som gar darligt sammen, hvor dynamikken er slik at den gjensidige oppførslen forsterker visse tendenser hos den andre, og hvor virkningene kan bli katastrofale. Eriksen 2001, 65. 105 Hvat eru Søvn Landsins stýri ella annað? Hyggja vit at stevnumiðunum hjá Søvnum Landsins, verður sagt, at  Vit geva grundarlag fyri samfelagsmenning, sum er grundað á vitan og søgu.  Vit veita kunnleika um tíð, samleika, siðir, gerðir og náttúru.  Vit skapa vitan, upplýsingar og upplivingar. Og setningurin hjá Søvnum Landsins er, at  fremja innsavning, skráseting, varðveiting, gransking og miðlan av mentanar- og náttúruarvinum.  fremja upplýsing, útbúgving og mentanarligt virksemi, sum verður lagt til grund fyri samfelagsmenningini.  tryggja varðveitsluna av savnindum, sum skjalfesta gerðir, sum hava týdning fyri borgarar og myndugleikar.  umsita lóggávu og stuðulsskipanir og veita landsmyndugleikum fakliga ráðgeving og útinna mál hjá landsstýrinum um mentanararv og náttúruarv. Spurningurin er so, hvat tað er fyri ein eind, talan er um. Greitt er, at talan er um søvn í einum fleirtýddum týdningi, sum bibliotek, arkiv og museum, men eisini um ein stovn, sum hevur aðrar stýrisligar myndugleikauppgávur. Tað eru fólk í Mentamálaráðnum, sum hava lyndi til at síggja tað sum eitt stýri og kortini ikki. Eitt stýri ella direktorat í almennum fyrisitingarligum høpi hevur serligar kanska minni politiskar uppgávur at fremja sjálvstøðugt við støði í rundskrivi ella øðrum direktivi.170 Søvn Landsins er ikki eitt stýri, men tað hevur ávísar myndugleikauppgávur at røkja fyri Mentamálaráðið, har fyrisitingin hjá Mentamálaráðnum ikki eigur at blanda meira uppi enn at fyrireika málið og leggja tað fyri landsstýrisfólkið. Her tykjast mørkini at vera kám og ikki nóg greið, og tað eigur at fáast upp á pláss, bæði í Mentamálaráðnum og í tí nýggju skipanini hjá Søvnum Landsins. 170 Skilmarkingin definitiónin á einum direktorati er í donskum høpi en administrativ afdeling eller myndighed der varetager den daglige forvaltning af et bestemt sagsomrade, især inden for et ministerium et ministerielt direktorat er underordnet et departement og arbejder saledes direkte efter bekendtgørelser, cirkulærer el.lign. udarbejdet af dette.Fyrisitingarliga hugtakið styrelse, er at meta sum eitt samheiti og merkir en overordnet statslig myndighed som er underlagt et ministerium. 106 Hvørjir hava trupulleikarnir verið? á Søvnum Landsins starvast gott og væl 50 fólk, ikki øll fulla tíð, og av teimum hava 7 í akademiskum størvum klagað um gongdina í samanleggingini. Teirra ynski tykist at vera at fáa eina yvirskipaða fyrisiting, uttan tó at missa skrivstovufólk at ganga teimum til handa, og ein felags verkstað til allar tekniskar uppgávur, eitt nú konservering, men at alt annars skuldi vera við tað gamla og samleikar ikki broytast. Munurin á Náttúrugripasavninum og á Fornminnissavninum hevur verið tann, at á Náttúrugripasavninum hava hjálparfólk sum konservatorar og savnslærarar gingið leys og passað seg sjálvan, meðan tey á Fornminnissavninum hava verið knýtt at teimum einstøku deildarleiðarunum. Hesa skipan vilja tey á Fornminnissavninum varðveita, men á Náttúrugripasavninum vilja tey heldur, at hjálparfólkini skulu ganga inn í eina pulju, koordinerað av eini fakligari leiðslu; hetta átti kortini ikki at verið neyðugt at tøvt í.171 Eitt, sum teir, sum hava klagað á Fornminnissavninum, ynskja, er, at tað museala og myndugleikauppgávur ikki skulu skiljast sundur. Teimum dámar tí ikki uppskotið um, at fakfólkini bert skulu gera tilmæli til eina antikvariska fyrisiting, sum skal avgreiða myndugleikamálini, men at tey sjálvi skulu fylgja málinum út um dyrnar kalla hetta ein spurning um fagligt vald, um tú vilt. Tað verður ikki hildið, at stjórin skal leggja seg út í hetta, sjálvt um tað er hann, sum hevur ta endaligu ábyrgdina av øllum tilmælum, sum koma frá Søvnum Landsins. Hesa fatan tykjast embætisfólk í Mentamálaráðnum eisini at hava, meðan stjórin fyri Søvnum Landsins heldur við teimum heimildum og teirri ábyrgd, sum hann hevur fingið at hansara leiklutur er annað enn bert at seta sítt stempul á tað, sum fer út av húsinum. Tað eru tey, sum ikki dáma, at tað museala bæði náttúra og mentan verður savnað í eina eind, sum stjórin hevur mælt til í einum modelli, men, sigur stjórin, eg fekk ongan kreativan dialog burturúr, tí tað var so nógv, sum lá fast hjá hinum, sum tey ikki vildu broyta deildarskipanirnar vóru heilagar kýr hjá nógvum, fyri ikki at tala um teir gomlu stovnssamleikarnar, sigur hann. Hetta kanska tí, at tað ikki hevur verið ein greið fatan av, hvat eitt tjóðsavn ber í sær. Er tað ein samanrenning av øllum virkseminum á Náttúrugripasavninum og Fornminnissavninum, ella er tað bert talan um tað, sum hevði við framsýningar at gera? Um so er, ber framsýningin í Brekkutúni longu heitið Tjóðsavn, mentan og náttúra. Heilt samansjóðað er tað kortini ikki, tí tað er í løtuni bert savnvørðurin í fólkalívsfrøði, ið hevur framsýningar sum part av sínum arbeiðsøki. Savnslærararnir halda, at framsýningin er vorðin betri, sum hon nú er, og teir kundu hugsað sær, at framsýningin í sjálvum sær kom at verða ein eind við egnum deildarleiðara, og at samstarvast varð við øll hini fakfólkini um tað, sum skuldi sýnast fram. Hetta eru eisini tankar, sum stjórin fyri Søvnum Landsins hevur gjørt sær, men so langt var tað bara ikki komið enn. Tað eru jú so nógvir leysir endar, sum skulu fáast upp á pláss.172 171 Tað tykist kortini at vera so, at hjálparfólkini á sektiónini hjá Nátturugripasavninum í Kaldbak vísa til deildarleiðaran Jan Sørensen.172 í hesum sambandi skal verða víst á, at á Alands Museum er sjálv framsýningin ein deild fyri seg sjálva við egnum stjóra. 107 Stýringsamboð Tað sum bæði tey, ið klagað hava, og onnur við, eru meira ella minni ónøgd við, er tað sum hevur við stýringsamboðini hjá Søvnum Landsins at gera, tað veri seg Totalview, KT, Landsnet, journalskipan, roknskaparskipan og heimasíðu. Tíverri kennir eftirmetarin seg ikki at vera nóg kønan at meta um, um tær stýrisskipanir og eftirlitsskipanir, sum Søvn Landsins hava fingið sær, eru tær røttu ella ikki. Ein skipan sum Totalview tykist at vera sera vanlig, tað er ein skrásetingarskipan av starvsvirkseminum hjá starvsfólki, sum kann brúkast við ymiskum neyvleika. Tað er ein skipan, sum øll ráð landsins brúka og fleiri almennir stovnar og privat virki, men aðrar skrásetingarskipanir finnast eisini. Landsnet hoyrir undir Gjaldstovuna og verður brúkt av yvir 50 stovnum.173 Einstakir stovnar hava sína egnu skipan, eitt nú Havstovan og Fróðskaparsetrið. Skipanin hjá Fróðskaparsetrinum líkist Landsnet, men gevur langt størri frælsi og rásarúm enn Landsnet, tí vilja tey hava sítt egna.174 Til granskingarbrúk hevur Fróðskaparsetrið og vist eisini Havstovan sína egnu KT- skipan við lokalservarum. Tað hevði kanska verið betri, um Søvn Landsins hevði hildið seg til somu skipanir sum Fróðskaparsetrið og Havstovan, men valið er fallið á annað. Tann journalskipan, sum Søvn Landsins brúkar, er skipanin 360° frá teldufyritøkuni Formula. Tað er ein skipan, sum yvirhøvur verður brúkt av øllum ráðunum og flestu landsstovnum, eisini Fróðskaparsetrinum. Tann roknskaparskipan, sum Søvn Landsins brúkar, er tann, sum stovnar landsins yvirhøvur brúka eftir ynski frá Gjaldstovuni. At stjórin hevur valt at nýta hesi stýringsamboð fyri Søvn Landsins í síni heild, hevur ikki ført annað við sær, enn at stovnurin yvirhøvur fylgir somu mannagongdum sum bæði ráð og flestu landsstovnar fylgja. Slíkar skipanir kunnu altíð diskuterast, broytast og supplerast, og tað er eisini møguligt á Søvnum Landsins. Heimasíðan Tá ið tað kemur til heimasíðuna hjá Søvnum Landsins, valdi stjórin rættiliga tíðliga saman við einum privatum heimasíðusniðgeva at gera eina nýggja felags heimasíðu, so at Søvn Landsins fingu eitt og sama andlit úteftir. Hann helt ikki, at tær gomlu heimasíðurnar tæntu endamálinum hjá tí samanlagda stovninum. Stjórin viðgongur, at hann kanska skuldi havt bíðað eitt sindur við hesum, tí tað kom skjótt at vísa seg, at tað kanska var ein ov stórur biti at svølgja, tá ið ressursir ikki vóru, at hann ikki hevði fólk til at taka sær av heimasíðuni, og tí kom at hanga uppá alt sjálvur. Tikið samanum, hava nógvir av teimum trupulleikum og teimum ymisku fatanum, sum eru komnar fram um stýrisamboð og um heimasíðuna, verið á 173 KT Landsins er deild hjá Gjaldstovuni, sum hevur til uppgávu at veita almennum stovnum KT-tænastur og samskipan av KT á yvirskipaðum stigi, so tað almenna fær munadyggar KT- loysnir. Tænasturnar hjá KT Landsins verða nevndar undir felagsheitunum Landsnet og BSL. Landsnet tænasturnar fevna um hýsing og rakstur av servarum og netverkum, uppseting og atgongd til grundleggjandi forrit á brúkarateldum og KT-support til brúkarar. í dag eru um 50 stovnar og2.000 brúkarar partur av Landsnet tænastuni. BSL tænasturnar fevna um menning, viðlíkahald og rakstur av BSL skipanini og support til brúkarar. Samskipanin av KT fevnir um ráðgeving í KT-spurningum, luttøku í yvirskipaðum og tvørgangandi verkætlanum, standardisering av politikkum og mannagongdum oggerð av yvirskipaðum strategium fyri KT-økið hjá landinum.174 Fróðskaparsetrið hevur latið sítt KT-virksemi til fyritøkuna Formula at taka sær av. 108 einum støði, sum ikki er ókent á øðrum stovnum, og er tí einki eindømi. Eisini hetta er ein spurningur, sum eigur at kunna loysast framyvir í sátt og semju við at lata tað upp í hendurnar á kønum fólki at loysa hann. Skipanartrupulleiki og arbeiðsumhvørvi Um ein organisatión ikki riggar nóg væl, kann orsøkin bæði vera at finna í strukturinum, organisatiónini ella í sjálvari leiðsluni. Tá ið tað kemur til struktur og organisatión, er tað eyðsýnt, at trupulleikin liggur í at flyta fleiri gamlar smáar stovnar yvir í ein nýggjan og størri stovn, har ein nýggjur strukturur og ein onnur organisatión skal finnast. Tað er her, at hundurin liggur begrivin, sum tað so opinberiliga sæst í øllum tí, sum er lagt fram, so her kann tað væl henda, at okkurt, meðan alt mestsum hevur verið í ávirki, hevur verið avgjørt ad hoc. Fulltrúin á Mentanardeildini heldur, at nú tá ið Søvn Landsins verða eftirmett, er tað av týdningi, at tað verður fokuserað upp á arbeiðsumhvørvið á stovninum og á góðskuna á teimum tænastum, ið almenni stovnurin veitir. Skal stovnurin virka eftir ætlan, er neyðugt við einum umhvørvi, har starvsfólkini trívast og mennast. Eisini eigur at verða hugt eftir, hvussu stovnurin er mannaður í mun til tær uppgávur, ið verða álagdar starvsfólkunum, og hvussu tær verða røktar. 175 Til hetta er at siga, at stovnurin hevur verið í einum limbo og at tað eru fleiri størv, sum eru ósett, og onnur skulu møguliga umskipast. At hetta skal fáast upp á pláss er eyðsýnt. Fulltrúin hevur fatan av, at innanhýsis trivnaðurin á stovninum alsamt er versnaður seinasta árið. Hon ber ótta fyri, at ótryggu viðurskiftini ikki bara ganga út yvir fakliga støðið á stovninum og á teimum tænastum, ið stovnurin veitir, men at ótryggu viðurskiftini hava við sær ótolandi arbeiðsumstøður hjá starvsfólkunum á stovninum, og tað er ikki í lagi. Neyðugt er, at hond verður tikin um støðuna.176 Til hetta er at siga, at øll samanleggingartilgongdin enn er í ávirkið og í roynd og eru strukturarnir enn ikki broyttir endaliga. At arbeiðsumhvørvið er komið at líða undir hesi óvissu er eyðsýnt. men innanfyri ta tíð, sum er tilmált, hava tað ikki verið stundir til at meta um trivna og tað fakliga støði og teimum arbeiðsuppgávum, sum framdar verða í praksis. Ein faklig meting av framleiðsluni hjá teimum einstøku fólkunum á Søvnum Landins er ein uppgáva fyri seg, sum eg ikki eri biðin um at gera, men hon kann gerast. Stjórin Ein leiðari er altíð í fokus, og øll eygu eru vend móti honum ella henni. Leiðsla er ein andaligur og ítøkiligur bygnaður, hvørs endamál er at fáa felagið, bólkin og einstaklingin at flyta seg. Uppgávan at leiða er eisini at varðveita og røkja mørkini hjá felagnum og rættin at vera til, stutt sagt at seta kós, stýra og laga virksemið í felagnum til umhvørvið og treytirnar í tíðini. Fyri at kunna leiða er tað ein treyt, at leiðarin skilur, hvussu ein setur kós, stýrir og ikki minst, hvussu ein fær felagið í rætta girið. Avbjóðingin er stór orsakað av teimum mongu sjónarmiðunum ein leiðsla skal taka støðu til, og tí at afturboðanin, leiðarin fær, ofta er óbeinleiðis. Tað 175 Upprit. Samrøða við Armgarð Weihe, fulltrúa í Mentamálaráðnum 8. november 2016. Kl. 14.00. JPJ176 Upprit. Samrøða við Armgarð Weihe, fulltrúa í Mentamálaráðnum 8. november 2016. Kl. 14.00. JPJ 109 merkir, at leiðarin fær boð aftur um tað, hann hevur sent út, úr óvæntaðum heraldshornum, og bæði snið og innihald kunnu tí vera broytt, so tey ikki eru til at kenna aftur. Tí eigur leiðarin at duga at hyggja aftur um tað sagda og hoyra, týða og tulka týdningin av boðunum. Mínar royndir eru, sigur organisatiónssálarfrøðingurin Helgi Rasmussen, at hvørki leiðsla ella starvsfólk kunna meta viðurskiftini sum áljóðandi, men altíð muga hugsa um tað, sum fer at henda, áðrenn tey leggja uppí, ímeðan tey gera tað og eisini aftaná. í fyrsta lagi mugu leiðarar fara við starvsfólkunum, soleiðis sum teir síggja tey inni í sínum egna høvdi, og í øðrum lagi mugu teir ímynda sær, hvussu onnur síggja teir. Leiðarar skulu eisini hefta seg við, hvørji boð koma, hvør kemur við teimum, hvørjari rók boðberin situr á, og hvussu boðini verða borin fram. Hetta er bara ein partur av tí, leiðarar skulu hefta seg við, hvørja ferð lagt verður uppí. Tí mugu leiðarar finna ein hátt at vera í leiklutinum, har teir hava tamarhald á tí sum hendir, uttan at hava fult yvirlit. Sum leiðari skal ein duga at skera inn til tað týdningarmesta, tað merkir at gera støðuna einfaldari, uttan at hon verður ov einføld... Leiðsla snýr seg líka nógv um at hava tað, sum kann nevnast smidligt eftiransni, har ein bæði nýtir skil og kenslur fyri at kunna taka rættar avgerðir. Smidligt eftiransni minnir mest um ein sonara ella ein radara, sum alla tíðina sendir tekn frá sær og fær tey aftur við upplýsingum, sum kunnu nýtast at tulka tað, sum hendir júst nú, og tað sum fer at koma.177 Við støði í tí sum er funnið og lagt fram, er eingin stórvegis kritikkur av stjóranum, uttan frá teimum starvsfólkum, sum klagað hava, har tað eitt nú verður fýlst á, at hann hevur sett seg sjálvan í Fornminnisnevndina, og at hann hevur tað við av sínum eintingum at seta broytingar í verk, uttan í nóg stóran mun at taka tey, sum broytingarnar raka, við í tilgongdini. Her kann nevnast EDV-skipanir, heimasíða, journalskipan, roknskaparskipan, telefonskipan. Hann hevur tí mist stóran part av tí vælvild og tí uppbakningi, sum hann varð møttur við. Kortini verður eisini her ivast í, um talan er um bygnaðarligar ella leiðsluligar trupulleikar. Tað er eisini møguligt, at stjórin fyri Søvn Landsins og Mentamálaráðið misskilja hvønn annan, og at hvør partur heldur, at hin parturin forvæntar tað, sum fyrigongur. Ein kritikkur er, at hann ikki hevur arbeitt eftir álitinum frá 2009, tí at hann hevur roynt at seta skipanir í verk, uttan at starvsfólkini verða eftirspurd ella kunnað, og at hann ikki skal hava givið Mentamálaráðnum nóg gott innlit í støðuna á Søvnum Landsins og tørv teirra, og at hann við at gera broytingar ikki sýnir forstáilsi fyri viðurskiftunum á Føroya Fornminnissavni. Ein kritikkur er eisini, at hann tekur einsamallur allar avgerðir um KT, journalskipan, roknskaparskipan, heimasíðu og hølisviðurskifti, og hann spyr ongan eftir, tá ið hann skipar viðurskiftini. Hann fer inn í mál, sum eiga at liggja á ymsu fakdeildunum. Harumframt kann hann lata skína ígjøgnum, hvørja fakliga niðurstøðu hann meinar, deildirnar eiga at koma til. Sum dømi um toppstýring verður víst á, at hann ikki vildi leggja Koltur, sum kom undir Søvn Landsins í 2014, undir Náttúrugripasavnið, men valdi at hava tað sum eina eind fyri seg. Ein kritikkur er, at stjórin hevur luttikið í tí fakligu viðgerðini av, hvussu tað mentanarsøguliga umhvørvið og tað náttúrusøguliga umhvørvið í Koltri skal skipast í framtíðini. 177 Rasmussen 2016,173 f. 110 Eitt annað dømi um toppstýring er, at hannhevði arbeitt við einum uppskoti, um at flyta starvsfólkini á Náttúrugripasavninum, sum tá starvaðust á trimum bústøðum, í felags bústað saman við Fornminnissavninum í Brekkutúni og Hoyvík, uttan at spyrja tey. Tá ið stjórin vildi hava sett KT-umboð á deildunum fólk sum dugdu við teldum, fýlist ein savnvørður á, at tá ið hann aftraði seg við at gerast KT- umboð, fekk hann svarið, at talan var um boð! Seinni varð hann av stjóranum kallaður til fundar, har hann fekk at vita, at tað kundi fáa avleiðingar fyri hann, um hann ikki gjørdi eftir boðum leiðslunnar. Hann kendi tað sum eina hóttan. Eisini verður víst á, at fólk kenna seg traðkaði á tí, at stjórin kundi koma brestandi inn til starvsfólk sum sita og arbeiða og at á fundum kann hann vísa, hvat hann meinar, við at blunda og suffa, og viðhvørt kann hann vera beinleiðis intimiderandi í síni medferð... Niðurstøða okkara er, at stjórin ikki megnar at skapa tað álit mótvegis sínum leiðarum og starvsfólkum, sum er neyðug fortreyt fyri at hava ein vælvirkandi stovn við trivnaði og at kunna gjøgnumføra samskipanina av Søvnum Landsins. Tað kann sigast um stjóran á Søvnum Landsins, at hann, tá ið tað kemur til tað fakliga, er nágreiniligur, metodiskur og væl skipaður, og tað bendir nógv á, at hann eisini er tað í sínum fyrisitingarliga og umsitingarliga arbeiði. Hinvegin er hann skjótur og ótolin og hevur lyndi til at gera tað arbeiðið sjálvur, sum onnur eftir hansara tykki ikki gera nóg skjótt ella ikki vilja gera. Hann kann viðhvørt tykjast svinnur, tigandi og viðhvørt eitt sindur sarkastiskur. Hann er ikki fagurlátin ella ein, sum altíð tosar fólki upp í lag, men er yvirhøvur loyalur. Eg vildi mett, at hann ikki fellur uttan fyri teir karmar, sum eyðkennir nógv fólk í leiðandi størvum. Hinvegin kann tað starv, sum stjórin fekk litið upp í hendi í sambandi við samanlegging av søvnum landsins, ikki bert samanberast við ein uriaspost, men eisini við eitt sisyfosarbeiði, har tann steinur, hann hevur rullað upp á fjallið, rullar omanaftur, tá ið hann er við at koma upp á pláss, tí hvørja ferð samanleggingin er við at nærkast einum enda, hava umstøðurnar og karmarnir, sum hann er settur at arbeiða undir, gjørt, at tað má gerast umaftur, tí øll eru ikki nøgd. Hann hevur frá Mentamálaráðnum fingið at vita, at hann við delegeringini í sambandi við setan havi óavmarkaðar heimildir at skipa stovnin, eisini hóast galdandi lógir leggja upp til ávísan bygnað, og hóast álitið frá 2009 ikki verður fylgt. 178 Kortini so, at Mentamálaráðið á ein hátt hevur fjøtrað stjóran við at krevja, at alt skal gerast í sátt og semju, uttan at greina nærri, hvat tað ber í sær, men hevur latið tað upp í hendurnar á aktørum á Søvnum Landsins at definera. Tað er tí kanska ikki so undarligt, at hann við hvørt hevur blundað, puffað og suffað í síni góðvarnu roynd at vera loyalur móti sínum arbeiðsgevara Mentamálaráðnum, samstundis sum at summi av starvsfólkunum siga, at tey fingu eina kenslu av, at tey høvdu mist hann sum teirra talsmann. Stjórin hevur átikið sær uppgávur, tí eingin annar var til at gera tær ella vildi. Sum tað sæst av tí, sum er lýst frammanundan, hevur stjórin fyri Søvnum Landsins víst hesum kritikki aftur. Hinvegin átti stjórin at havt verið somikið snúðin, tá ið hann hevur við fólk at gera, sum eru von við javnrættis individualismu, at hann javnan bant um heilan fingur í sínum samskifti við 178 Notat frá telefonsamrøðu við aðalstjóran um heimildir. Dagfest 18. februar 2016, J.nr. 12/00256-32. Málsviðgerð: AM. 111 starvsfólkini, so hann fekk tey við sær. Tað sigur hann seg hava roynt at gjørt í leiðslutoyminum, men tað tykist ikki at hava verið nóg gott. Tað kann sjálvandi altíð diskuterast, um tað hevur verið rætt at taka Mentamálaráðið í eið fyrst, áðrenn hann legði ætlanir sínar fram fyri starvsfólkið á stovninum, men uttan iva eru tað fleiri, sum vilja halda, at tað var eitt skilagott arbeiðslag, men her valdast hugburðin. ávirkanin á stovnarnar Taka vit teir fimm gomlu stovnarnar, sum eru lagdir saman í Søvn Landsins, tykist tað ikki at hava ávirka Landsbókasavnið stórvegis fram til 1. august 2016, uttan tað, sum fráfarandi deildarleiðarin segði í samrøðu í Kringvarpinum, at tilgongdin hevði kenst tung og long. Hinvegin tykjast starvsfólkini at vera vorðin ávirkaði nógv meira av, at tey nú hava fingið sama leiðara sum Landsskjalasavnið og tí óttast, at tað møguliga ikki verður ein fyribils loysn. Landsskjalasavnið tykist ikki at vera stórvegis ávirkað av samanleggingini, men virkar í síni heild, sum tað altíð hevur gjørt. á Fornminnissavninum eru trupulleikar, sum lutvíst stava frá, at tey áður hava havt eina óstabila leiðslu ávís tíðarbil, ein óstabilitetur, sum tey uppliva aftur, nú lønin sum var ætlað landsantikvarinum, fer til stjóran á Søvnum Landsins, samstundis sum skipanarligar broytingar eru í umbúnað, sum deildarleiðarar beinleiðis eru ímóti, tí tað kann koma at ávirka teirra starvsviðurskifti. Náttúrugripasavnið kom sum deild at mála seg upp í ein krók við at frásiga sær alla deildarleiðslu, og ein ávís misnøgd tykist eisini at vera á Havlívfrøðiligu Royndarstøðini, ið fyrr var sjálvstøðug við bæði almennum og privat fíggjaðum virksemi. Spurningurin er, um ikki ein stórur partur av tí virksemi, sum fer fram á Náttúrugripasavninum, hevði verið betur farið, um tað varð flutt á annan stovn. Tá ið Fiskirannsóknarstovan broytti navn til Havstovan, varð opnað fyri einum breiðari virksemi, tí kundi tað, sum hevur við dýr í sjónum at gera á Náttúrugripasavninum, eins væl og grindakanningarnar, hoyrt undir Havstovuna. Tað, sum hevur við djór á landi og plantur at gera, hóskar eisini væl saman við teirri lívfrøðiligu granskingini á Náttúruvísindadeild Setursins, hagar Náttúrugripasavnið var á veg til fyri umleið 18 árum síðani. Tað sum hóskandi kundi verið eftir á Søvnum Landsins, er tann savnsvendi náttúrusøguligi parturin, sum eisini fellur væl saman við savnshugsjónini. Tilgongdin við organisatiónssálarfrøðingi Eitt í tí, sum er lagt fram, og sum er komið at fylla nógv, er tilgongdin við organisatiónssálarfrøðingi. Tað er tíverri hjá fleiri talan um eina fordómsfulla misskiljing um at fara til psykolog ella at hava verið hjá psykologi, sum um tað var nøkur skomm. Tað skal ikki verða gjørt so nógv burtur úr tilgongdini her, sum tíverri fyri tey flestu tykist at hava verið ein meira ella minni ófjálg parantes. Hetta fyrst og fremst, tí tann heild, sum henda interventión skuldi vera, varð steðgað í hálvum gekki. Hon steðgaði, júst tá ið nógv var rivið upp og annað niður, sum var neyðugt fyri at koma til ta lekjandi fasuna, har alt skuldi setast aftur upp á eitt nýtt pláss.179 179 Hvussu slíkar mannagongdir fara fram, hevur Helgi Rasmussen (2016, 63 ff.) lýst væl í bók síni um organisatión, so tað skal ikki verða endurgivið her, men víst verður til bókina. 112 Her koma eisini søgur inn í myndina, um hvussu tað einaferð var, og um hvussu tað nú er vorðið, bæði upp á gott og ilt. Psykodynamiski hugsunarhátturin sigur, at tað er týdningarmikið at viðgera støður, og at gera tær lidnar, tí annars fara tær at leggja seg á botn sum óviðgjørt sálarligt tilfar, haðani tað sýgur mátt og orku frá fyritøkuni. Máttur og orka, sum heldur skuldi verið brúkt til framrák og menning. Tað sum hendir her, er fyri ein part, at ólidnar søgur verða gjørdar lidnar, og hinumegin verður nútíðar dynamikkur lagdur inn í tátíðar søgur. Tað tykist sum, at viðkomandi viðurskifti og tvídráttir verða løgd í frásagnirnar frá fortíðini, sum er tað lættari at tosa um tær, tá ið tær eru fluttar í tíð.180 Tað kemur ofta fram í tí, sum er lagt fram omanfyri, at fólk ynskja at hava onkran at tosa við í teirra stovnseksistensiella ótryggleika. Tað er óivað ein slík roynd, sum hevur verið gjørd við at fáa ein organisatiónssálarfrøðing upp í leikin, tá ið leiðslan kanska hevði meldað pass. Bíða fólk eftir bjarging, sigi eg onkuntíð, at fyri mær sær tað út til, at teimum tørvar onkran uttaneftir at koma og bjarga teimum undan sær sjálvum, nú ið evnini at hoyra, lurta og lata seg ávirka av hinum eru minkað niður í næstan einki. At hjálpa er at konteyna tað, onnur ikki megna at rúma, og síðani at geva luttakarunum kenslurnar og tankarnar aftur í smáum, soleiðis at tey eru før fyri at taka tað varpaða tilfarið til sín aftur. Tann orkan, sum kemur burtur úr teimum upplýstu kenslunum, kann brúkast til dyggar loysnir. Soleiðis er ein nýskipan av kenslum og tonkum ein treyt fyri, at luttakararnir kunnu endurskipa mannagongdirnar.181 Tíverri kom tað ikki so langt við interventiónini. Hon kom ikki longri enn til at fólk kensluliga komu at verða á gosi, uttan at fáa høvi til at koma lekt upp á turt aftur. Tað var ikki so gott. Tað er tí eitt mistak ikki at hava havt ein organisatiónssálarfrøðing uppií frá byrjan, meðan alt enn sá ljóst og fjálgt út, tá ið tað um samanleggingina ráddi. Sjálvt um onkur skaði er hendur, eigur organisatiónssálarfrøðingurin at sleppa at fullføra tann gerning, sum hann er byrjaður upp á. Spurningurin um gegni Tað var rætt av Mentamálaráðnum at velja ikki sjálvt at viðgera klagurnar um Søvn Landsins, vísandi til, at ráðið var ógegnigt, tí stjórin fyri Søvnum Landsins og aðalstjórin eru svágrar, men eisini tí at ein av fulltrúunum, sum hevur havt Søvn Landsins sum sítt arbeiðsøki, er systir ein teirra, sum klagað hava, og annars er hjúnafelagi hjá einum savnvørði á Fornminnissavninum. Hennara fatan av samanleggingartilgongdini liggur ikki so langt frá teirri fatan, sum eitt nú teir, sum klaga á Fornminnissavninum, hava. Eingin hevur nevnt nakað um ógegni í hesum sambandi, men tað hevur heldur ongan fyrisitingarligan týdning, tí er aðalstjórin mettur at vera ógegnigur, er alt ráðið tað, men tað kann hava týdning í eini framhaldandi málsviðgerð í Mentamálaráðnum. Hvat viðvíkir aðalstjóranum og stjóranum fyri Søvnum Landsins, tykjast teir at hava verið so viðberakvæmir yvir fyri hesum máli, at teir mestsum ikki hava tosað um tað sínámillum, og tað hevur heldur ikki verið gott. Hinvegin hevur aðalstjórin saman við landstýrisfólkinum stuðla honum í tí, sum hann ætlar at fremja. Nærri kann ikki komast at hesum spurningi. 180 Rasmussen 2016, 77. 181 Rasmussen 2016, 79. 113 Játtanin í framtíðini í samrøðu í sambandi við eftirmetingina sigur stjórin fyri Søvn Landsins, at alt hevði verið nógv øðrvísi, um pengarnir høvdu fylgt við til uppgávurnar, tí so kundi dagligdagurin verið minni ávirkaður av samanleggingartilgongdini sum so. Um ikki pengarnir koma nú, so er ongin grund til at hava hesa samanleggingina, tí vit mangla fólk allastaðni. Koma pengarnir, so skulu vit nokk fáa gjørt ein skilagóðan struktur; um vit ikki fáa tað, so er frægari at slíta sundur aftur. Sum tað sæst av samrøðu við fólk í Mentamálaráðnum, kann tað ikki ábyrgdast Mentamálaráðnum, men heldur løgtinginum, tí at tær fíggjarligu raðfestingarnar hava ikki svarað til tær politisku. Tíbetur sær tað út til, at Mentamálaráðið nú, aftan á 6 ár, aftur einaferð er sinnað at biðja løgtingið um at økja játtanina hjá Søvnum Landsins; tað boðar frá ljósari tíðum. Bakka ella halda fram? Tað kann altíð diskuterast, um tað var rætt at leggja saman, áðrenn øll prinsippini fyri, hvussu samanleggjast skuldi fara fram, vóru greið, og at tað var samtykt eitt lógarverk, sum studdi undir samanleggingina. Hetta var ein politisk avgerð, sum Mentamálaráðið tók og tí eisini hevur fulla ábyrgd av. Tey, sum í roynd og veru vísa seg at hava verið ímóti eini samanlegging ella eru farin at ivast í, um tað var rætt at gera tað, kunnu sjálvsagt hava havt rætt í nógvum. Tað kundi havt verið bíðað við at leggja saman, til alt var komið upp á pláss, tí allar fløkjur greiða seg ikki í sjónum. Hinvegin er avgerðin tikin, og kritikkurin er tí komin at bera brá av einum skolastiskum disputti, um samanleggingin er farin fram sambært álitinum frá 2009 ella ikki. Tað er tí eitt ávíst sannleiksvirði í tí, sum stjórin fyri Søvn Landsins segði á fundi við landsstýriskvinnuna í mentamálum 20. apríl 2016, at tað eftir hansara meting ikki er talan um mótstøðu móti at verða løgd saman, men ónøgd um, at neyvt samsvar ikki er ímillum kósina, sum Mentamálaráðið legði til rættis í áliti frá 2009/10, eftirfylgjandi fráboðanir á kunningarfundi í Norðurlandahúsinum, og so kósina, sum varð sett við setan av stjóra og veiting av heimildum síðst í 2010, og at mótstøðan tí er grundað í gomlum stovnsmentanum um leiðsluskipan á Náttúrugripasavninum og Fornminnissavninum, og vísti á, at farið er undir viðgerð av hesum fyri at fáa eina skipan, sum ger, at stovnurin kann røkja sínar uppgávur til fulnar, bæði tær gomlu og nýggjar uppgávur, sum landsstýrið hevur lagt til hann at taka sær av.182 * 6 ár eru liðin, síðani samanleggingin byrjaði, og Søvn Landsins eru farin at festa seg í huganum hjá fólki flest sum stovnur. Tvinnir eru tí kostirnir, at bakka ella halda fram. Tað ber til at seta stjóran á Søvnum Landsins aftur í tað starv, sum hann hevði sum landsantikvarur, tí tað er ta lønina hann enn hevur, tí eingin løn 182 Frágreiðing frá fundi 20. apríl 2016 viðv. Søvnum Landsins í sambandi við skriv til landsstýriskvinnuna, dagf. 18. mars 2016. 114 er nakrantíð játtað til ein stjóra fyri Søvnum Landsins. Tað ber væl til at bakka aftur til tað, sum einaferð var, tí enn er heldur eingin lóg broytt. Spurningurin er kortini, um tað er rætt og skilagott. Tað vildi aftan á 6 ár óivað komið at skapt minst líka stórar trupulleikar at rógva afturá aftur, sum at halda fram og fáa samanleggingina framda bæði skipanarliga og við støði í einum nýggjum dagførdum lógarverki. Tað er har, vit eru í løtuni. Tað, sum nú ræður um, tað er, at Søvn Landsins framyvir koma at røkja sínar uppgávur fakliga og í friði og náðum, soleiðis at Søvn Landsins verða tann týdningamikli og sjónligi mentanarstovnur í landinum, sum tey ikki bert eru, men eisini eiga at vera, og ikki hyljast í einum óneyðugum innanhýsis stríði, sum ikki er gott fyri nakað. Tað eigur at kunna lata seg gera at fáa samanleggingina at rigga, men tað er órímiligt, at stjórin fyri Søvnum Landsins framvegis skal fremja eitt politiskt ynski uttan at fáa fólk til ávísar uppgávur og uttan fáa ta fígging. sum er neyðug, Her tykist kortini vend at vera komin í. 115 Tilmæli Ein partur av arbeiðssetninginum í sambandi við hesa eftirmeting er at koma við einum tilmæli at leggja fyri politiska myndugleikan, har mælt verður til, hvussu ein skilagóður savnsbygnaður eigur at síggja út, og hvussu hetta arbeiðið skal gerast. Støða skal eisini takast til, um Søvn Landsins er eitt funktionelt alternativ til eitt stýri ella ei. Til tað vil eg siga, at eg meti meg ikki at skula vera tann, sum skal koma við einum ítøkiligum uppskoti til hetta, tí tað er júst tað, sum Mentamálaráðið hevur sett stjóran fyri Søvnum Landsins til at fremja ein politiskan vilja, og eigur tað tí ikki at verða tikið úr hondum hansara. Sum tað sæst á tí, sum er lagt fram, hevur hann gjørt eina konkreta roynd at koma við ítøkiligum uppskotum um at flyta Søvn Landsins longur fram á leiðini í einum nýggjum dagførdum veruleika, meðan tað fyrst og fremst er íhald, ein mótvilji at broyta og ongi ítøkilig uppskot, sum er eyðkennið fyri tað, sum kritikarar hansara føra fram. Til tað kann eisini sigast, at tað ikki eru søvnini, sum hava ynskt samanlegging, men tann politiski viljin, og tað er hann, sum stjórin er settur til at fremja. Mælt verður tí ikki til at bakka aftur til tað, sum einaferð var, men at halda áfram og at fáa samanleggingina framda á besta hátt. Tað er nú einaferð so, sum onkur klókur fransmaður einaferð segði, on ne saurait faire d'omelette sans casser des ufs, ella, at tað ber ikki til at gera eina omelett, uttan at bróta nøkur egg. Skal okkurt skipast um av nýggjum, verður okkurt av tí gamla at fara, men tíðin er knøpp, tí fólk eru vorðin troytt og útlúgvað av teirri óvissu, sum hevur verið hesi 6 árini. Samanleggingin hevur tikið alt ov langa tíð, ongin ivi um tað, og tí er tað nú neyðugt at arbeiða skjótt og miðvíst og helst at fáa tey flestu at taka undir við eini nýggjari skipan, við greitt ásettum tíðarfreistum, sum skulu haldast, tað eru ikki órímilig krøv at seta. Hinvegin kann tað, sum landið liggur í løtuni, við góðari grund vera orsøk til framhaldandi at ivast í gegninum hjá Mentamálaráðnum at viðgera málið. Ikki bert tí stjórin fyri Søvnum Landsins og aðalstjórin eru svágrar, men ikki minni av teirri orsøk, at fulltrúin, ið fremst av øllum hevur havt við Søvn Landsins at gera, er gift við einum starvsfólki og eisini er systur eitt annað starvsfólk á Fornminnissavninum, sum hevur klagað. Viðkomandi fulltrúi eigur at sleppa undan at viðgera málið. Tað rættasta mann tí vera, at Fíggjarmálaráðið, sum hevur fingið málið litið upp í hendi frá løgmanni, viðgerð málið til alt er komið upp á pláss. Mælt verður til At stjórin fyri Søvnum Landsins straks setur ein skrivstovustjóra á fyrisitingina á Søvnum Landsins. o Uppgávan hjá skrivstovustjóranum skal m.a. vera at lætta um hjá stjóranum í sambandi við, at samanleggingin av Søvnum Landsins nú endaliga skal fremjast. 116 117 At tað verður settur ein karmur fyri virkisøkini á Søvnum Landsins, og at eindir verða skipaðar sambært hesum á savninum. Skotið verður upp at eindirnar kunnu verða: o Fyrisitingareindo Bókasavnseindo Skjalasavnseindo Museumseindo Upplýsingar- og framsýningareind o Tøknilig eind Stjórin fyri Søvnum Landsins skal kunna seta serkøn fólk at koma við viðmerkingum og tilráðingum til tilmæli hansara um, hvussu eindirnar á Søvnum Landsins skulu vera skipaðar. o Ein bólkur skal kunna koma við viðmerkingum til tilmælið um, hvussu tann fyrisitingarliga og tann tøkniliga eindin skal skipast, eitt nú, hvussu myndugleikauppgávurnar effektivast kunnu avgreiðast við støði í fakligum tilmælum, og hvussu ein felags verkstaður, íroknað konservering, best kann skipast og fremjast. Tá ið tað kemur til eina fyrisitingarliga skipan, eigur tað eisini at gerast greitt, um talan er um eitt stýri ella ikki. o Ein bólkur skal kunna koma við viðmerkingum til tilmæli stjórans um, hvussu bókasavnseindin og skjalasavnseindin skal skipast við fyrisitingarligari og fakligari leiðslu. o Ein bólkur skal kunna koma við viðmerkingum til tilmæli stjórans um, hvussu museumseindin fakliga skal skipast við støði í fornfrøðiligum, søguligum, mentanarfrøðiligum og náttúrusøguligum fakligum uppgávum, og hvør hevur ábyrgd av hvørjum við støði í savnshugsjónini. o Ein bólkur skal kunna koma við viðmerkingum til tilmæli frá stjóranum um, hvussu upplýsingar- og framsýningareindin skal skipast, tá ið hugsað verður um bæði almenna kunnandi upplýsing og um framsýningarnar, og um hetta skal vera eitt serstakt ábyrgdarøki ella ikki.  Mælt verður til, at Søvn Landsins fær ein organisatiónssálarfrøðing sum ráðgeva bæði hjá bólkunum og hjá leiðsluni á Søvnum Landsins.  Mælt verður til, at Søvn Landsins útvega sær holla málsliga ráðgeving, tá ið nøvn og heiti skulu setast á eindirnar á Søvnum Landsins.  So skjótt skipanin er greið, verður mælt til at ósett størv verða sett og at verandi størv á søvnum landsins verða umskipað sambært teirri skipan, sum kemur at verða. 118  Mælt verður til, at um vísindafólkini á Náttúrugripasavninum ikki kenna seg at hoyra heima í museumseindini, men vilja annað, eiga samráðingar at takast upp við ávikavist Fróðskaparsetur Føroya og Havstovuna, so at tann sektorurin, sum hevur við dýr í sjónum at gera og grindakanningarnar, verður fluttur til Havstovuna, har hetta eins væl kundi hoyrt heima. Teir sektorarnir, sum hava við djór á landi og við plantur at gera, verða fluttir til Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, har teir eins væl kundu hoyrt heima. Eftir verður so ein náttúrusøguligur partur, sum út frá savnshugsjónini verður ein partur av museumseindini.  Mælt verður til, at førleikakrøvini til tey vísindastørv, sum framyvir koma at verða sett, samsvara á leið við tey førleikakrøv, sum eru sett til vísindastørv á Fróðskaparsetrinum.  Mælt verður til, at so skjótt sum Søvn Landsins hava fingið sína endaligu skipan, verða samráðingar tiknar upp við Fróðskaparsetur Føroya um skipan av einum samstarvi um bæði gransking og hægri undirvísing.  Mælt verður til, at samstundis sum tað, sum er nevnt omanfyri, fer fram, skal Mentamálaráðið síggja til, at eitt nýtt og dagført lógaruppskot um Søvn Landsins og tað, sum hongur uppi við teimum, verður gjørt og samtykt sum skjótast, og at tær gomlu lógirnar verða settar úr gildi, so samsvar verður í øllum lutum eisini hvar Søvn Landsins standa í eini yvirskipaðari fyrisitingarligari skipan í mun til Mentamálaráðið og landsstýrisfólkið.  Mælt verður til, at ráðið ger sær púra greitt, hvat tað sum myndugleiki vil við Søvnum Landsins, so tað ikki verður nakað ivamál um, hvat tað er, sum stjórin fyri Søvnum Landsins er settur til at fremja, og at ráðið sjónliga stuðlar honum í hesum, um ráðið hevur álit á honum. Bókmentir Arge, Símun V. 2002: Føroya Fornminnissavn fimti. í Andras Mortensen (lagt til rættis). 2002: Føroya Fornminnissavn. Søga og virksemi, Føroya Fornminnissavn, Hoyvík.Arnskov, A. J. 1968: Kulturelle institutioner. í J. P. Trap: Danmark - Færøerne. Bind XIII, G. E. C. Gads Forlag, København.Bloch, Dorete 1994: Pilot whales in the Nort Atlantic. Age, growth and social structure in Faroese grinds of the long-finned pilot whale, Globicephalia melas. Department of Ecology, Animal Ecology, Lunds University, Lund. Dahl, Sverri 1952: Føroya Fornminnissavn. Landsframsýningin. Tórshavn. Dahl, Sverri 1968: Fortidsminder. í J. P. Trap: Danmark - Færøerne. Bind XIII, G. E. C. Gads Forlag, København. Degn, Anton 1933: Færø amts arkiv. Fortid og Nutid, bind X, bls, 144-152. København. Egholm, Sverri 1974: Bókasavnsarbeiði í Føroyum 30-40 ár afturút. Skúlablaðið 1.-2. hefti, januar-februar 1974, s. 70-78.Eriksen, Thomas Hylland 2001: Sma steder Store spørgsmal. Innføring i sosialantropologi. Universitetsforlaget, Oslo.Evensen, A.C. 1902: Goymslan í Havn. Búreisingur. Endurprent Emil Thomsen 1969, Tórshavn s. 116.Fon, Sverri 1948: Bókasavnsarbeiði í Føroyum. útiseti 3, 1948, s. 100-111. Fon, Sverri 1952: Føroya Landsbókasavn. Landsframsýningin, Tórshavn. Fon, Sverri 1958: Mentanarstovnar. í Føroyar II. Keypmannahavn. Forskning pa Færøerne 1996. Forskning pa Færøerne. Redegørelse fra udredningsgruppen vedr. færøsk forskning. Forskningsradene 1996, København. Fosaa, Anna Maria 2003: Mountain vegetation in the Faroe Islands in a climate change perspektive. Department of Ecology, Plant Ecology ans Systematic, Lunds Universtet. Lund.Fróðskaparsetur Føroya 2016: Fyrireiking av framtíðarætlanum fyri hølisviðurskiftini hjá Fróðskaparsetrinum. Frágreiðing, juni 2016. Fróðskaparsetur Føroya. Giddens, Anthony 2002: Modernitetens konsekvenser. Oversat af Søren Schults Jørgensen. Hans Reitzels Forlag, København.Holm, Barbara 2016: Aftur um strongd. Lívshættislig almenn leiðsla. Sosialurin 26. oktober 2016, nr. 124, Tórshavn.ICOM s etiske regler (2006): ICOM. International Counsil of Museums. ICOM Danmark 2006, Museumstjenesten, Viborg.Jacobsen, M.A. 1929: Føroya Amts Bókasavn 1829-1928. Tórtshavn.Joensen, Jóan Pauli 1983: Um ikki at flyta annan fótin fyrr enn hin stendur tryggur. Ein stutt søgulig lýsing av Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetri Føroya. Fróðskaparrit 31. bók, TórshavnJoensen, Jóan Pauli 1990: Fróðskaparsetur Føroya 1965-1990. Fróðskaparsetur Føroya, Tórshavn.Joensen, Jóan Pauli 1993: Museet: Et led i færøsk identitetsdannelse. Skandinavisk museumsforbunds møde i Tórshavn 1993 foredrag. Skandinavisk Museumsforbund, Føroya deild, Tórshavn.Joensen. Jóan Pauli 1991: At finna ella uppfinna tað føroyska. Ein smávísindalig ritroynd. Fróðskaparrit 36.-37. bók 1988-1989, Annales Societatis Scientiarum Færoensis 1988-1989. Tórshavn. Joensen, Jóan Pauli 2004: Nordisk etnologi set fra Færøerne. í Nordisk Etnologi og Bryllup pa Færøerne. Minningarsjóður ásu G. Wright, þjóðminjasafn íslands. Reykjavík. 119 Joensen, Jóan Pauli 2008: Museum and related institutions on The Faroe Islands. í Scandinavian museums and cultural diversity. Edited by Katherine Goodnow and Haci Akman. Berghahn. New York, Oxford. Johansen, Jóhannes 1985: Studies in the vegetational history of the Faroe and Shetland Islands. Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn. Heinesen, Maud, Firouz Gaini og Marjun Arge Simonsen 2002: Føroya Fróðskaparfelag 1952-2002. Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn. Landsbókasavn og universitetsbókasavn 2013: Søvn Landsins/Fróðskaparsetur Føroya, Januar 2013. Landsframsýningin 1952: Landsframsýningin á ólavsøku 1952. Stutter greinir um nøkur av teim samfelagsøkjum, sum fram eru tikin á landsframsýningini á ólavsøku 1952 í sambandi við 100 ára dag Føroya Løgtings síðani endurstovnanina 1852. Landsframsýningin á ólavsøku 1952 gav út. Tórshavn. Lonnqvist 1990: Remembering and Forgetting. Recording for Posteriority. í Ethnologia Scandinavica 1990. Uppsala. Mortensen, Andras 2002: Søguligt yvirlit, Fornminnissavnið í dag, Framsýning um mentanarsøgu, Annað virksemi. í Andras Mortensen (lagt til rættis) 2002: Føroya Fornminnissavn. Søga og virksemi, Føroya Fornminnissavn, Hoyvík.Perregaard, Bettina 2016: Narrativitet. Mellem sprog handling og selv. SamfundsLitteratur. Viborg.Rasmussen, Helgi 2016: Finn teg í organisatiónini tankar um tað sum er í og ímillum okkum. Sprotin, Tórshavn.Rasmussen, Jóannes 1984: Grót og grund. úrvalsgreinir, Fróðskaparfelag Føroya, Tórshavn.Thorsteinsson, Arne 1975A: kvøða til Sverra Dahl. í Mondul 1975, 2. Tórshavn. Thorsteinsson, Arne 1975B: Søga og virksemi, Føroya Fornminnissavn. Mondul 1975, 2. Tórshavn.Thorsteinsson, Arne 1978: Mentanarpolitikkur og Fornminnissavnið. í Mondul 1978,3. Tórshavn.Thorsteinsson, Arne 1981: Føroya Fornminnissavn og Hoyvík. Mondul 1981,1. Tórshavn.Thorsteinsson, Arne 2002: úr útlegd. í Andras Mortensen (lagt til rættis) 2002: Føroya Fornminnissavn. Søga og virksemi, Føroya Fornminnissavn, Hoyvík. Udredning om forskningsaktiviteter pa Færøerne 1997. Udredning om forskningsaktiviteter pa Færøerne. í Forskningsaktiviteter pa Færøerne og Grønland. Forskningssamarbejde i Vestnorden 1., TemaNord FORSKNING. Nordisk Ministerrad, København. Wylie, Jonathan 1989: The Christmas Meeting in Context: Construction of Faroese Identity and the Structure of Scandinavian Culture. í North Atlantic Studies. The Faroe Islands. Vol. 1, No. 1. Aarhus. 120 ískoyti til álit Fra: Jóan Pauli Joensen [mailto:JoPaJo@setur.fo]Sendt: 9. januar 2017 15:15Til: Marjun Hanusardóttir ; Sámal Tróndur Johansen Cc: erhjac@gmail.com; Sjúrður Rasmussen ; Journalin hjá LMS ; Andras Mortensen Emne: SV: Kæra um viðgerð av mær sum leiðara á Landsbókasavninum í eftirmetingini av samanleggingini av Søvnum Landsins Góða Marjun Hanusardóttir, løgmannsstjóri Erhard Jacobsen og eg hava tosa saman í góðum samljóði, og vit eru samdir um, at eg kann senda tykkum avrit av okkara samskifti. Eg kann nú, aftaná, geva Erhardi rætt í, at eg kanska átti at hava tosa við hann, men tá eg arbeiddi við álitinum, metti eg ikki, at tað var nakar stórvegis trupulleiki á Landsbókasavninum, meðan hann var leiðari har, tí fekk hann eisini frið í sínum otium fyri mær. Eisini dugi eg at síggja, at tey myndandi og ikki sørt littereru úttalilsini hjá Sámal Trónda, kunnu skiljast ørðvísi av teimum, sum ikki upplivdu tey søgd í sínum rætta konteksti. Tey vóru als ikki so illa meint. Tað hevði kanska verið eitt uppskot, at Erhard og Sámal Tróndur tosaðu saman fyri at fáa proportiónirnar upp á pláss. Eftir sum Erhard ikki var spurdur meðan tíð var, so loyvi eg at lata frágreiðing hansara niðanfyri sumt supplement til sjálvt álitið. Umframt at senda hetta til tey, sum fingu avrit av skrivinum frá løgmansskrivstovini í fyrsta umfari, sendi eg eisini avrit til Andras Mortensen, so hann eisini er kunnaður. VinarligaJóan Pauli Joensen ...................................................... Góði Erhard.Takk fyri svarið og fyri telefonprátið í dag. Eg skrivi ein kommentar og sendi tað víðari til løgmannsstjóran. Vinarliga Jóan Pauli Fra: Erhard Jacobsen [mailto:erhjac@gmail.com] Sendt: 9. januar 2017 14:21Til: Jóan Pauli JoensenEmne: Re: álitið Góði Jóan PauliEg sendi tær hesar viðmerkingarnar. Fyrst av øllum haldi eg, at eg átti at verið spurdur, tá eftirmeting verður gjørd av eini tilgongd, sum hevur staðið við í sama tíðarskeiði, sum eg havi verið leiðari á einum av deildunum í stovninum, sum verður eftirmettur. Og serliga átti eg at verið spurdur, tá setti leiðarin á Landsbókasavninum ger metingar av leiðsluni undan honum á Landsbókasavninum, uttan yvirhøvur at seta sínar metingar í ta kontekst, sum tær áttu at verið settar, og sum hann er væl vitandi um frá ótalligum framløgum og eisini samrøðum við meg, sum eg forrestin helt vóru kollegialar samrøður. Setti leiðarin veit onki um, hvussu støðan var á Landsbókasavninum, tá ið eg tók við, og hvørji stig máttu takast í skundi at fáa Landsbókasavnið so dánt at virka aftur. Tað havi eg lýst í øðrum sambandi. Eg meti hansara úttalilsir um mínar leiðslukvalifikatiónir at vera ókollegialar, óviðkomandi og fullkomiliga ógrundaðar, hóast tað sjálvandi hava verið leiðslutrupulleikar ella avbjóðingar á einum stovni, sum hevur verið grovt undirfíggjaður.Setti leiðarin átti eftir mínum tykki at orða seg meira varisliga, tí sum hann orðar seg, so er øll miseran at leiðarin og starvsfólkini á Landsbókasavninum hava ikki verið sína uppgávu vaksin. Og tað er grov og villeiðandi ákæra. Og tað man ikki vera uttan grund, at setti leiðarin síðan hevur biðið starvsfólkini, men ikki meg, um umbering fyri sínar útsagnir.Eg dugi heldur ikki at síggja, hvat útsagnir sum hasar hava at gera við, at samanleggingin av stovnum í ein felags stovn, ikki hevur virkað eftir ætlan. Eg kann annars stutt nevna nøkur viðurskifti, sum eg legði dent á í míni tíð sum leiðari til tess at fáa Søvn Landsins at virka. 1. Eg havi ikki klagað nakran ella um nakað, men eg havi havt mína greiðu fatan av, at samanleggingin ikki gekk sum ætla, og havi ferð eftir ferð lagt fram mína áskoðan á, hvat skuldi til, at fáa stovnin at virka betur. Nevniliga at leggja dent á tað materiella í málinum. 2. Eg og onnur við mær gjørdu vart við, at Landsbókasavnið ikki fekk røkt sínar skyldur, um heimasíðan, sum var eitt høvuðsamboð í miðlingini, varð tikin frá okkum. Vit vístu á eina betri loysn fyri allar partar, men hetta var, soleiðis fataðu vit tað, tikið sum tekin um, at vit ikki vildu virka til frama fyri samanleggingini! 3. Eg mælti til beinanvegin at fáa sett ein driftsleiðara á Søvnu Landsins, sum kundi taka sær av øllum tí, tað verið seg infrastrukturi, HR, kt, bygningum o.s.fr., sum nú, tá ið fyrisitingin ikki varð mannað, datt aftur á fakligu leiðararnar, og serliga á leiðaran á Landsbókasavninum, sum er størti og mest úteftirvendi stovnur í Søvnum Landsins. 4. Eg gjørdi vart við, at vit í ráðleggingum og strategimenning áttu at taka fatt í tað materiella, tvs. støðuna og krøvini til deildirnar og til Søvn Landsins sum held. í staðin fyri varð alt ov nógv orka brúkt til rættiliga óviðkomandi intrigur, sum sluppu at standa við og bólgna og sum drenaði øll fyri orku. Tað hevur undrað meg til henda dag, eisini nú eg lesi eftirmetingarnar, at leiðslutoymið á Søvnum Landsins ongantíð samlað var í MMR og greiddi frá støðuni hjá stovninum og deildunum, hvat kravdist og hvørjar ætlanir vóru. Mín fatan er, at høvuðsuppgávan hjá einum leiðara á einumhvørjum stovni er, so nógv tað nú einaferð ber til, at tryggja sínum deildum tað tilfeingi, sum er neyðugt til at røkja uppgávurnar. Og her var alt ov lítið konstruktivt gjørt. Tað varð bara givið upp upp á forhond, serliga av stjóranum eftir mínum tykki. 5. Tað var skeivt at biðja ein psykolog koma at hjálpa okkum, tí hann fokuseraði á trupulleikar, sum ikki beinleiðis høvdu við savnsarbeiðið at gera. Hansara uppgáva var bundnað uppgávan at tvinga okkum saman um nakað, sum tað ikki var materielt grundarlag fyri. Og har kann stjórin kanska lastast mest, at hann ikki megnaði at leggja støðuna og ætlanir so greitt og visionert fram, so at starvsfólk skiltu støðuna, sum hon veruliga var, og kendu seg hava felags ábyrgd fyri at fáa hana bøtta. Heldur ikki vórðu vit sum partar av leiðslutoyminum kunnaðir um, at psykologur fór at vera settur. Eg haldi tað talar fyri seg, tá setti leiðarin á Fornminnissavninum sigur í eftirmetingini, at ein av uppgávunum saman við organisationssálarfrøðinginum var at diskutera, hvat arbeiði á søvnunum skuldi prioriterast ella takast fyrst, tá ið ressursirnar ikki vóru til at gera alt í senn. Hetta er so als ikki uppgávan hjá organisationssálarfrøðinginum, men hjá leiðarunum! 6. Bókasavnslóg kann væl brúkast sum er, og tí gjørdu vit vart við, tá lógin skuldi endurskoðast, at tað var skipanini, tað var galið við, tvs. uppgávurnar, sum ikki vóru røktar, vegna ov fáar ressursir. Hetta hava allir landsbókavørðirnir líka síðan Jens Davidsen gjørt vart við, so trupulleikin hjá Landsbókasavninum er søguligur, skjótt 200 ára gamal. Og tað var út frá hesi sannroynd, og líknandi støðuni hjá Landsskjalasavninum, at útgangsstøðið fyri menning av Søvnum Landsins átti at verið tikið. Tú kanst gera við hetta, hvat tú vilt. Ring um okkurt er. Talan var, sum eftirmetingin eisini vísir, um eina mission impossible, og stjórin á Søvnum Landsins (og kanska vit leiðarar við, men eg hevði heilt aðrar positivar vónir, tá eg tók við mínum starvi) var helst ikki tann rætti at leiða í teirri støðuni. Vh Erhard 4. Eg gjørdi vart við, at vit í ráðleggingum og strategimenning áttu at taka fatt í tað materiella, tvs. støðuna og krøvini til deildirnar og til Søvn Landsins sum held. í staðin fyri varð alt ov nógv orka brúkt til rættiliga óviðkomandi intrigur, sum sluppu at standa við og bólgna og sum drenaði øll fyri orku. Tað hevur undrað meg til henda dag, eisini nú eg lesi eftirmetingarnar, at leiðslutoymið á Søvnum Landsins ongantíð samlað var í MMR og greiddi frá støðuni hjá stovninum og deildunum, hvat kravdist og hvørjar ætlanir vóru. Mín fatan er, at høvuðsuppgávan hjá einum leiðara á einumhvørjum stovni er, so nógv tað nú einaferð ber til, at tryggja sínum deildum tað tilfeingi, sum er neyðugt til at røkja uppgávurnar. Og her var alt ov lítið konstruktivt gjørt. Tað varð bara givið upp upp á forhond, serliga av stjóranum eftir mínum tykki. 5. Tað var skeivt at biðja ein psykolog koma at hjálpa okkum, tí hann fokuseraði á trupulleikar, sum ikki beinleiðis høvdu við savnsarbeiðið at gera. Hansara uppgáva var bundnað uppgávan at tvinga okkum saman um nakað, sum tað ikki var materielt grundarlag fyri. Og har kann stjórin kanska lastast mest, at hann ikki megnaði at leggja støðuna og ætlanir so greitt og visionert fram, so at starvsfólk skiltu støðuna, sum hon veruliga var, og kendu seg hava felags ábyrgd fyri at fáa hana bøtta. Heldur ikki vórðu vit sum partar av leiðslutoyminum kunnaðir um, at psykologur fór at vera settur. Eg haldi tað talar fyri seg, tá setti leiðarin á Fornminnissavninum sigur í eftirmetingini, at ein av uppgávunum saman við organisationssálarfrøðinginum var at diskutera, hvat arbeiði á søvnunum skuldi prioriterast ella takast fyrst, tá ið ressursirnar ikki vóru til at gera alt í senn. Hetta er so als ikki uppgávan hjá organisationssálarfrøðinginum, men hjá leiðarunum! 6. Bókasavnslóg kann væl brúkast sum er, og tí gjørdu vit vart við, tá lógin skuldi endurskoðast, at tað var skipanini, tað var galið við, tvs. uppgávurnar, sum ikki vóru røktar, vegna ov fáar ressursir. Hetta hava allir landsbókavørðirnir líka síðan Jens Davidsen gjørt vart við, so trupulleikin hjá Landsbókasavninum er søguligur, skjótt 200 ára gamal. Og tað var út frá hesi sannroynd, og líknandi støðuni hjá Landsskjalasavninum, at útgangsstøðið fyri menning av Søvnum Landsins átti at verið tikið. Tú kanst gera við hetta, hvat tú vilt. Ring um okkurt er. Talan var, sum eftirmetingin eisini vísir, um eina mission impossible, og stjórin á Søvnum Landsins (og kanska vit leiðarar við, men eg hevði heilt aðrar positivar vónir, tá eg tók við mínum starvi) var helst ikki tann rætti at leiða í teirri støðuni. Vh Erhard