1. Inngangur á vári 2015 var ein arbeiðsbólkur settur at gera tilmæli um ein føroyskan tænastupolitikk, sum skal stinga út í kortið, hvørjar meginreglur tænasturnar framyvir skulu byggja á, hvørjar tænastur skulu veitast og hvussu hesar skulu skipast. Tænastupolitikkurin skal vera grundarlagið undir einari nýggjari tænastulóg. Skiftandi landsstýrisfólk hava arbeitt við at dagføra reglurnar í verandi forsorgarlóg. Byrjað varð við reglunum um hjálparráð. Reglurnar um virknistænastur, bú- og viðgerðarstovnar og um vardar bústaðir eru somuleiðis dagførdar. Partar av forsorgalógini eru við løgtingslógini um arbeiðsfremjandi tiltøk og løgtingslógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m., fluttar í aðra lóggávu, Næsta stigið er at smíða eina tænastulóg, ið skal betra um innihaldið í teimum tænastum, ið verða veittar borgarum, ið bera brek, eins og tænastulógin skal betra um rættartrygd borgarans við m.a. greiðum heimildum fyri tvingsilsinntrivum og eftirliti. Arbeiðsbólkurin skuldi, við støði í eini lýsing og greining av verandi tænastum og tænastunum í øðrum norðanlondum lýsa, hvørjar ábøtur tørvur er á1. Arbeiðsbólkurin hevur kannað, hvussu tænastur eru skipaðar í lóggávu í øðrum norðurlondum, men arbeiðsbólkurin hevur ikki lagt orku í størri lýsingar og útgreiningararbeiði av hesum tænastum. Dentur er fyrst og fremst lagdur á at lýsa tænasturnar í Føroyum, men í ávísum førum verður víst til skipan av tænastum í grannalondunum. Arbeiðsbólkurin hevur ikki viðgjørt spurningin um gjøld fyri tænastur. Sum er, rinda borgarar fyri bústað, mat og uppihald í vardum bústaði. Arbeiðsbólkurin hevur skipað sítt arbeiði í tveir partar. Lýsingin og greiningin av verandi tænastum er sett í eina frágreiðing saman við meira nágreiniligum tilmælum um, hvørjar tænastur skulu veitast framyvir, og hvussu hesar skulu skipast. Einstøku tilmælini um ábøtur við verandi skipan eru síðan sett í eitt sjálvstøðugt tilmæli um tænastupolitikk. Hóast lýsingin av verandi tænastum vísir, at tilgongdin at skipa og veita tænastur við endurmenning og menning í huga spakuliga er byrjað, so verður við tænastupolitikkinum og komandi tænastulógini talan um eina nýskipan. Ein nýskipan krevur, at fólk hugsa og virka á annan hátt enn áður. Hetta kemur ikki av sjálvum, heldur ikki við bert at gera nýggja lóggávu. Arbeiðsbólkurin vísir á týdningin av, at tað áhaldandi verður varpað ljós á rættindi borgarans og at borgarin, avvarðandi, starvsfólk og myndugleikar í felag hava somu kós. Skilabestu loysnirnar finnast tá borgari, starvsfólk og myndugleikar í felag samskapa tænasturnar. 1 Arbeiðssetningurin er í fylgiskjali 1 3 1.1 Frágreiðing um tilmæli um tænastupolitikk Innihaldið í frágreiðingini lýsir verandi tænastur, sum verða veittar av stovnum, sjálvsognarstovnum og sjálvbodnum felagsskapum, sum eru undir málsøkinum hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum. Harumframt lýsir frágreiðingin m.a. verandi rættarstøðu hjá borgarum, ið bera brek, umframt viðurskifti sum tvingsilsinntriv, eftirlit og tvørfakligt og tvørgeiraligt samstarv. Almannaverkið er størsti stovnur og tískil fyllir virksemið hjá Almannaverkinum mest í frágreiðingini. Dugni, Sjóndepilin, Teknmálstulkatænastan og sjálvbodnir felagsskapir, sum veita tænastur, hava ikki havt umboð í arbeiðsbólkinum og hava ikki havt frágreiðing ella tilmælið um tænastupolitikk til hoyringar, men við tað, at hesi eru fevnd av málsøkinum hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum eru hesir stovnar og felagsskapir yvirskipað viðgjørdir í frágreiðingini. Almannamálaráðið hevur skrivað frágreiðingina við hjálp frá arbeiðsbólkinum, sum var settur at orða tilmæli til tænastupolitikk. Almannaverkið hevur latið upplýsingar um virksemið eftir áheitan frá Almannamálaráðnum og annars eru ársfrágreiðingar, mál og avrikssáttmálar o.l. nýtt sum grundarlag. 1.2 Tilmæli um tænastupolitikk Heitið á tilmælinum um tænastupolitikkin er Borgarin takast uppá ráð, ið er sprottið úr altjóða brekpolitiska slagorðinum nothing about us without us. Boðskapurin er, at borgarin skal vera við í avgerðum, sum snúgva seg um hann. Borgarin er serfrøðingur í egnum lívi og loysnir viðvíkjandi tænastum skulu samskapast millum borgaran, starvsfólk og myndugleikan. í tilmælinum um tænastupolitikk eru orðaðar fýra tænastupolitiskar meginreglur, ið mynda grundarlagið undir einstøku tilmælunum og, sum taka støði í ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Meginreglurnar eru soljóðandi:  Tænastur skulu veitast við støði í ynskinum hjá borgaranum um egna lívsstøðu og skulu styðja og styrkja um sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka soleiðis, at borgarin hóast tarn ella sjúku fær eitt fyri hann nøktandi og innihaldsríkt lív.  Tænastan skal slóða fyri, at teir borgarar, sum megna tað, skulu gerast førir fyri at uppihalda sær sjálvum og sínum við minst møguligari hjálp frá tí almenna. Samstundis er umráðandi, at tænastur til borgarar, sum hava umfatandi og varandi tørv á tænastu slóða fyri, at borgarin fær eitt fyri hann so sjálvstøðugt, støðugt og innihaldsríkt lív sum gjørligt.  Tænastan skal skipast sum eitt tíðaravmarkað, miðvíst og skipað samstarv millum ein borgara, fakfólk og avvarðandi og í tann mun tað er neyðugt, skulu tænasturnar vera samanhangandi 4 frá barndómi, ungdómi og til vaksnamannalívið. Tænasturnar skulu veitast saman við heldur enn fyri borgaranum. Við rættartrygd og við almennum fíggjarligum atlitum í huga, skal borgarin fáa røttu hjálpina á røttum staði soleiðis, at borgarin fær eina munadygga og úrslitagóða tænastu. Frágreiðingin saman við tilmæli um tænastupolitikk verður lagt fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis í hesi tingsetu. Uppskot til tænastulóg verður eftir ætlan lagt fyri Løgtingið í komandi tingsetu. í arbeiðsbólkinum vóru: ása Olsen (MBF), Sigrun Wardum (Javni), Súsanna Olsen (Sinnisbati), Turid Jacobsen (Ergoterapeutfelag Føroya), Jórun Petersen (Fysioterapeutfelag Føroya), Marjun Petersen, Jógvan Philbrow, Katrin Haraldsen (Føroya Pedagogfelag), óluva í Gong (Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar), ása Holm (Heilsuhjálparafelag Føroya), Majbritt Mohr (Heilsurøktarafelagið), Johan Lamhauge (Kommunufelagið), Elin Debes, Rannvá Unadóttir Vestureið, Barbara Berg (Almannaverkið), Doris Bjarkhamar, Heini Petersen og Súsanna Nordendal (Almannamálaráðið). Arbeiðið hevur verið skipað við afturvendandi fundum, har umboðini í arbeiðsbólkinum hava havt møguleika at koma til orðanna bæði í mun til innihald og í mun til endaligu tilmælini til tænastupolitikkin. Skipað hevur verið fyri framløgum, har umboð fyri Almannamálaráðið hava havt framløgur um ST- sáttmálan fyri einstaklingar, sum bera brek, fíggjarlógina og forsorgarlógina. Eisini hava umboð í bólkinum lagt síni sjónarmið fram í mun til ymisk evni umframt, at umboð fyri ymiskar myndugleikar hava greitt frá, hvussu tænastur eru skipaðar. Arbeiðsbólkurin hevur, í tíðarskeiðnum frá mai 2015 mars 2016, havt 13 fundir og ein evnisdag. 2. Nágreining av hugtøkum, grundreglur og málbólkur 2.1 Nágreining av tænastuhugtakinum Sosialar veitingar verða nágreinaðar sum ávikavist peningaveitingar, umsorganarveitingar og stuðulsveitingar og hereftir kallað fyri tænastur. Tilmælið um tænastupolitikkin fevnir í høvuðsheitum um umsorganarveitingar, sum krevja starvsfólk og viðurskifti, sum hava tilknýti til hesar, so sum atgongd og tilgongd til hesar, eftirlit og tvingsil. Tilmælið um tænastupolitikkin fevnir ikki um peningaveitingar, ið hava til endamáls at tryggja borgaran fíggjarliga soleiðis, at viðkomandi kann uppihalda sær og familjuni. 5 Ein umsorganarveiting kann eisini vera ein kontant skiftistænasta, sum er ein peningaveiting, sum kemur í staðin fyri tænastuna og verða hesar umrøddar yvirskipað tá tað gevur meining, men høvuðsdentur verður lagdur á sosialar tænastur. Høvuðsendamálið við sosialum tænastum er at kompensera fyri brekið og harvið geva borgaranum møguleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við aðrar borgarar. Bæði í Føroyum og í grannalondunum er alsamt størri dentur lagdur á, at tænastur umframt at kompensera fyri brekið, eisini miða ímóti, at gera borgaran so sjálvbjargnan og sjálvhjálpnan sum gjørligt. Føroyar standa, eins og onnur lond, yvirfyri stórum fólkafrøðiligum avbjóðingum. Fólk liva longur, viðgerðarhættir gerast alsamt betri, samstundis sum tað gerast færri skattgjaldarar at rinda fyri vælferðartænastur sum heild. Føroyska húsarhaldið er í stóran mun treytað av inntøkum frá tveimum persónum og er hetta avmarkandi í mun til orkuna hjá familjuni at taka sær av børnum og vaksnum, sum hava tørv á hjálp og stuðli útyvir tað, sum ein familja vanliga tekur sær av. Hetta skapar alsamt størri trýst á vælferðartænasturnar, og verður støðugt arbeitt við at menna tænastur og arbeiðshættir soleiðis, at borgarin fær gagnnýtt sínar egnu førleikar so nógv sum gjørligt og harvið ikki hevur eins stóran tørv á kompensatión. á fakmáli verður hetta yvirskipað kallað endurmenning (rehabilitering) og menning (habilitering). Endurmenning og menning snúgva seg grundleggjandi um at eggja, stuðla, og hjálpa fólki, sum fáa ella hava viðfødd brek til at fáa tað lív, tey sjálvi ynskja og megna. Tað merkir, at fólk, sum bera brek fara frá at vera brúkari av eini skipan til at vera fólk við breki í einum samfelagi við somu rættindum og skyldum sum onnur. Sostatt verða tey flutt frá at vera óvirknir áskoðarar til at vera virknir luttakarar. Endurmenning verður brúkt til at vinna aftur mistar førleikar, og fevnir sostatt um borgarar, sum hava fingið eitt brek, meðan menning fevnir um borgarar, sum hava viðfødd og varandi brek. Endurmenning og menning skulu skiljast sum ein málrættað og tíðaravmarkað tilgongd av samskipaðum veitingum og tilboðum, sum hava til endamáls at geva borgaranum neyðug amboð at megna egið lív, so sjálvstøðugt sum gjørligt og við so lítlari hjálp sum gjørligt. Ein endurmenningar - ella menningartilgongd kann fevna um fleiri ymiskar tænastur frá einum ella fleiri myndugleikum, sum skulu málrættast í eina tíðaravmarkaða tilgongd. 6 Arbeiðsbólkurin mælir til, at farið verður undir at skipa allar tænastur, sum veittar verða av stovnum, sjálvsognarstovnum og felagsskapum, sum eru undir málsøkinum hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, við endurmenning og menning í huga. Tænasturnar, sum verða lýstar eru: stuðulstænastur fyri børn og vaksin bústaðatilboð endurvenjingartænasta virknistænasta Umframt viðlíkahaldsvenjing og flutningstænastu, sum ikki finnast í dag, verður eisini í stuttum nomið við Teknmálstulkatænastu og tænastur til sjónveik. 2.2 Fólk, sum bera brek og brekhugtakið Arbeiðsbólkurin hevur valt at brúka heitið Fólk, sum bera brek í tilmælinum um tænastupolitikkin. Talan er um eitt alment heiti, sum fevnir um allar borgarar, sum orsakað av viðføddum ella í komnum breki ella sjúku hava virkistarn sum viðførir, at viðkomandi hevur tørv á kompensatión fyri at kunna virka á jøvnum føti við onnur. Høvuðsbólkarnar eru borgarar við menningartarni; sálarsjúku; ADHD; autismu; rørslutarni; fjølbreki; seinheilaskaða; hoyriveik/deyv; sjónveik/blind. í Føroyum hevur eitt ávíst kjak verið um, hvussu fólk, sum bera brek, skulu umrøðast. Umrøðan av persónum, sum bera brek, hevur týdning fyri, hvussu fatanin hjá fólki og samfelagnum sum heild er av ávísum bólkum og hevur harvið eisini ávirkan á, hvussu tænasturnar verða skipaðar. Eins og aðrir tættir í samfelagnum so broytist málið yvir tíð eins og hugburður til fólk, sum bera brek. Seinnu árini er hugtakið blivið til fólk, sum bera brek, fólk við serligum tørvi og nú seinast við serligum avbjóðingum. MBF hevur í ár broytt navn frá Meginfelag teirra brekaðu til Meginfelag teirra, ið bera brek. Navnabroytingin byggir á eitt grundsjónarmið, at menniskjað ella persónurin kemur fyrst og brekið aftaná. á ráðstevnuni Lívið hevur litir sum varð hildin í vár í sambandi við, at MBF hátíðarhelt 35 ára stovningar ár, varð spurningurin, um vit í Føroyum yvirhøvur eiga at brúka heitið brek um fólk, reistur. Víst varð á, at tað kann kennast sum eitt neiligt spjaldur verður hongt um hálsin á fólki og tú verður ímyndaður av brekinum heldur enn av menniskjanum/persóninum. Sum dømi varð nevnt, at nakað er brekað ella at tú er brekaður, tá okkurt/onkur er býttur. Skotið varð tískil upp, at hugtakið brek skal burtur og hugtakið tarn verður brúkt ístaðin soleiðis, at tað verður til fólk, sum hava menningartarn, rørslutarn o.s.fr. Almannamálaráðið hevur vent sær til Málráðið við fyrispurningi um møguligt heiti fyri orðingina sum bera brek, sum MBF hevur valt at brúka. í fyrispurninginum varð víst á hugtøk sum fólk við serligum tørvi ella við serligum avbjóðingum. Hesi hugtøk metir Málráðið vera merkingarliga ov víð. 7 Orðingar, sum fólk við skerdum førleika ella við førleikatarni vórðu eisini mettar ivingarsamar, tí førleiki verður brúkt um útbúgvingar og starvsroyndir. Málráðið metti eisini, at orðið tarn ljóðar neiligari um fólk enn orðið brek. Niðurstøðan hjá Málráðnum var, at starvsnevndin ikki hevði nakað uppskot, sum eftir hennara tykki er betur hóskandi enn orðingin fólk, sum bera brek. Brekhugtakið og hugburðurin eru broytt frá tíðini har borgarar vórðu fullkomuliga stovnsgjørdir til í dag, har dentur verður lagdur á at veita hesum borgarum javnbjóðis møguleikar í samfelagnum. Brekhugtakið er sostatt ikki siðfast, men hevur alsamt flutt seg frá at vera eitt læknafrøðiligt hugtak, til í dag, at samfelagið og umhvørvið annars skal fevna fólki, ið bera brek. Brekið liggur ikki longur bert í persóninum sjálvum, men meira í kringumstøðunum, ið avmarkar borgaran at virka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.2 Tilmælið um tænastupolitikkin tekur støði í brekhugtakinum, sum ST hevur brúkt síðani 1993, tá sokallaðu fyrimyndarreglurnar vórðu samtyktar. 2.3 Breksáttmálin og brekpolitiskar grundreglur Arbeiðssetningurin leggur upp til, at tilmælið um tænastupolitikkin skal taka útgangsstøði í Breksáttmálanum, sum Løgtingið setti í gildi í 2009. í stuttum kann sigast, at endamálið við sáttmálanum er at virka fyri, at borgarar, ið bera brek, verða virdir sum javnbjóðis borgarar í einum rættarsamfelagi, og til fulnar kunnu nýta øll grundleggjandi manna- og frælsisrættindi á jøvnum føti við onnur. Hóast Breksáttmálin ikki er ásettur við lóg, hava Føroyar bundið seg til at halda sáttmálan og merkir hetta, at lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið altíð virka í samljóði við sáttmálan. Sáttmálin bindur londini á tveir ymsar hættir. Skilt verður í hesum sambandi ímillum borgarlig og politisk rættindi og fíggjarlig, sosial og mentanarlig rættindi. Borgarlig og politisk rættindi eru rættindi, ið landið hevur skyldu til at lúka frá tí degi, sáttmálin er settur í gildi. Vanlig borgarlig og politisk rættindi eru eitt nú talufrælsi, at vera líka fyri lógini, persónlig trygd og luttøka í politiska lívinum. Fíggjarlig, sosial og mentanarlig rættindi eru rættindi, ið londini hava skyldu til áhaldandi at betra um. Skyldan skal skiljast sum ein áhaldandi skylda, ið landið eftir førimuni skal stremba eftir at lúka. Fíggjarlig, sosial og mentanarlig rættindi eru eitt nú rætturin at fáa eitt arbeiði undir sømiligum korum, rætturin til útbúgving, rætturin til bústað, rætturin til almannatrygd og tænastur og rætturin at taka lut í mentanarlívinum. Tænastur til fólk, ið bera brek verða skipaðar við grundarlagi í teimum brekpolitisku grundreglunum. 2 Brekpolitiskar grundreglur: www.amr.fo 8 Grundreglurnar byggja í høvuðsheitum á ST- fyrimyndarreglurnar um javnlíkar møguleikar fyri fólk, ið bera brek, ið ST samtykti í 1993. Grundreglurnar nevnast: kompensatión, geiraábyrgd, samhaldsfesti og javnviðgerð. Grundreglan um kompensatión ber við sær, at samfelagið bjóðar fólki, ið bera brek, tænastur og veitingar, sum hava til endamáls at hjálpa upp á ella avmarka avleiðingarnar av virkistarninum. Talan er ikki um at veita hesum borgarum framíhjárætt, men at javna eitt ójavnt upprunastøði. Kompensatión í mun til tænastur kann verða av ymsum slagi. Tað kann eitt nú vera, at borgarin fær játtað stuðulstænastu, hjálpartól, eina serliga flutningsskipan ella fær útvega serligan bústað. Eisini kann kompensatiónin í mun til tænastu verða veitt á almennum grundarlagi, eitt nú við at almennar heimasíður verða atkomuligar hjá blindum og at almennir bygningar verða atkomuligir hjá rørslutarnaðum. Grundreglan um geiraábyrgd ber við sær, at hvør myndugleiki, felagsskapur ella virki, ið hevur ábyrgd av at veita eina ávísa almenna tænastu ella veiting til allar borgarar, hevur ábyrgd av at tryggja og fíggja, at eisini borgarar sum bera brek fáa somu tænastu. Hetta merkir, at Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið ella kommuna, skal tryggja, at borgarar, ið bera brek og hava tørv á tænastum, sum hesi vara av hava ábyrgd av, at borgarin fær neyðuga kompensatión. Fyri summar av tænastunum, ið Almannaverkið veitir, er neyðugt at aðrir geirar eru við í tilgongdini og geiraábyrgdin skal í hesum høpi tryggja, at samstarvandi geirarnir hvør í sínum lagi hava ábyrgd fyri at fíggja og fremja tilgongdina á best møguligan hátt. Grundreglan um geiraábyrgd er, eins og grundreglan um kompensatión, gjørd sum eitt aftursvar til tíðina har stovnsger og totalforsorg vóru stýrandi innan sosiala økið. Geirábyrgd er knýtt at kompensatión á tann hátt, at geirábyrgdin skipar, hvør ið hevur ábyrgdina av at veita neyðugu kompensatiónina til borgaran. Grundreglan um samhaldsfesti ber við sær, at øll kompensatión og allar tænastur verða veittar á einum samhaldsføstum grundarlagi og fíggjaðar yvir skattaskipanina. Stuðul og fyriskipanir til borgarar, ið bera brek, eru í høvðusheitum ókeypis, og eru ikki tengd at inntøku og ogn. Grundreglan um javnviðgerð ber við sær, at øll skulu hava somu møguleikar somu møguleikar at menna og gagnnýta førleikar og hegni. Persónur, ið ber brek, hevur aðrar fortreytir enn persónur, ið ikki ber brek, eins og persónar, ið bera brek, sínámillum kunnu hava sera ymiskar fortreytir. Javnviðgerð merkir tí ikki, at øll skulu viðgerast eins. 9 Breksáttmálin og tær brekpolitisku grundreglurnar mynda á hesum grundarlagi karmin fyri, hvussu samfelagið sum heild verður innrættað, hvussu viðkomandi lóggáva verður tilevnað og hvussu mannagongdir, skipanir og tænastur eru og verða háttaðar. 2.4 Málbólkur fyri tilmælið um tænastupolitikkin Tilmælið um tænastupolitikkin fevnir fyrst og fremst um borgarar, sum fáa tænastur, sum verða veittar av stovnum og felagsskapum, sum hoyra undir málsøkið hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum ella sum fáa stuðul frá Almannamálaráðnum. Stovnar og felagsskapir, sum eru undir máløkinum hjá landsstýriskvinnuni ella fáa stuðul frá Almannamálaráðnum og veita tænastur eru: Almannaverkið, Dugni, Sjóndepilin, Fountainhúsið, Serflutningsskipan landsins, Teknmálstulkatænastan, Frelsunarherurin, Blái Krossur og aðrir sjálvsognarstovnar, sum veita bútilboð til fólk, sum bera brek. 2.4.1 Málbólkur lýstur í tølum Tað finnast ikki hagtøl í Føroyum, sum vísa, hvussu nógv fólk bera brek. Sambært WHO og European Disability forum skal roknast við, at talan er áleið 10 -15 % av fólkinum í einum landi. Tað svarar til, at áleið 5 000 føroyingar bera brek. MBF, sum er felagsskapur teirra, ið bera brek, hevur áleið 4000 limir. Roknast kann ikki við, at allir borgarar, sum bera brek eru limir í einum áhugafelagsskapi og samstundis eru tað heldur ikki allir borgarar, sum bera brek, sum hava tørv á tænastum fyri at luttaka á jøvnum føti við onnur. Almannaverkið er størsti stovnur og veitti í oktobur 2016 tænastu til 587 borgarar kring landið3. Samanlagt verður leysliga mett, at tað eru millum 800 og 900 borgarar, sum fáa tænastu frá omanfyri nevndu stovnum og felagsskapum, sum eru undir málsøkinum hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum. Arbeiðsbólkurin hevur ikki lagt orku í at fáa neyv hagtøl frá øllum stovnunum og hevur ikki havt møguleika at tryggja, at sami borgari ikki fær tænastu frá fleiri stovnum. Tískil er talan um eina leysliga meting, sum byggir á virksemistøl frá mál - og avrikssátmálum og frágreiðingum. Talvurnar niðanfyri geva eina mynd av borgarunum, sum fáa fasta tænastu frá Almannaverkinum. Hetta eru tøl frá oktobur 2016, og tí kann myndin vera ein onnur í dag. Talva 1) Tal av borgarum býtt eftir kyni og aldri4 3 Talan er um borgarar, sum fáa tænastu frá Trivnaðartænastuni hjá Almannaverkinum. Umframt hesar eru eisini 25 børn og ung, sum eru á barnaverndarstovninum , sum Almannaverkið rekur og 24 borgarar, ið fáa endurvenjing, sum verður lýst seinni.4 Tøl frá 1.oktober 2016 Mannfólk Konufólk íalt Undir 18 ár 62 20 82 18 ár og eldri 260 245 505 íalt 322 265 587 10 Talvan omanfyri vísir, at av teimum 587, sum fáa tænastu, eru 14% børn, og 86% vaksin. Mannfólkini telja 55% og konufólkini 45%. í bólkinum undir 18 ár, eru tað serliga dreingir, sum fáa tilboð frá Almannaverkinum, men tá tey blíva eldri, verður munurin millum kynini útjavnaður aftur. Hetta kundi týtt uppá, at tørvurin á tænastu vísir seg fyrr hjá dreingjum, enn tørvurin hjá gentum. Talva 2) Tal av borgarum býtt eftir kyni og málbólki5 Mannfólk Konufólk íalt ADHD 5 4 9 Autisma 83 21 104 Fjølbrek 15 10 25 Menningartarn 116 106 222 Sálarsjúk 73 87 160 Seinheilaskadd 12 12 24 Annað 18 25 43 íalt 322 265 587 Talvan omanfyri lýsir høvuðsmálbólkarnar, ið fáa tænastur. Málbólkurin annað er ein samansettur bólkur, har tað eru fá av hvørjum slagi. Almannaverkið hevur valt, at um ein málbólkur bert hevur upp til fimm borgarar, er tænastan farin undir annað. Hetta fyri ikki at eyðmerkja ávísar persónar. Størsti málbólkurin fevnir um borgarar við menningartarni. Síðani eru tað borgarar við sálarsjúku, har konufólkini eru í meiriluta. Tá tað kemur til málbólkin autismu, eru tað nógv flest mannfólk, sum fáa tænastur. Omanfyri varð víst á, at tað eru nógv fleiri dreingir enn gentur undir 18 ár, sum fáa tænastu og kann ein av orsøkunum til hetta vera børn við autismu, har tað er ein sannroynd, at dreingirnir fáa diagnosu fyrr enn genturnar. Av teimum 587 borgarunum, eru tað einans 9 borgarar, sum hava ADHD. Havandi í huga, at tað bæði í Føroyum og í grannalondunum verður víst á, at tað eru nógv, ið fáa staðfest ADHD, so kann talið av borgarum sum hava ADHD og fáa tænastu frá Almannaverkinum tykjast lágt. Fyrivarni skal takast fyri, at nakrir borgarar hava fleiri diagnosur. T.d. kann ein borgari hava autismu og ADHD ella sálarsjúku og ADHD og verður tá mett, um tað er tann eina ella hin diagnosan, sum er tann primera og verður borgarin skrásettir í mun til tað. Borgarar, sum hava seinheilaskaða er ein lutfalsliga lítil bólkur, og er býtið millum konufólk og mannfólk javnt. Samanumtikið vísir talvan, at borgarar, sum fáa tænastu í Almannaverkinum eru ymiskir og tí mugu tænasturnar eisini vera fjøltáttaður og fevna víða. Tænasturnar, sum Almannaverkið veitir eru landsfevnandi, og skulu røkka borgarum kring alt landið. Talvurnar niðanfyri geva eina mynd av hvar í landinum borgarar, sum fáa tænastu, eru. 5 Tøl frá 1. oktober 2016 11 Talva 3) Tal av borgarum býtt eftir kyni og landafrøði6 í mun til hesa talvuna hevur Almannaverkið valt at býta Føroyar sundur í fýra landafrøðilig økir. Talvan lýsir, at flestu borgarar, sum fáa tænastur búgva í Streymoy við 60% og síðan Eysturoy við 18%. Býtið er javnt ímillum Norðoyggjar og Suðuroy/Sandoy/Vágar við knøppum 11% í part. Talva 4) Tal av borgarum býtt eftir aldri og landafrøði7 Talvan vísir, hvussu aldursbýtið er í teimum ymisku landafrøðiligu økjunum. Tølini benda á, at tað eru lutfalsliga nógv børn, sum bera brek, í Eysturoynni í mun til fólkatalið, og lutfalsliga nógvir vaksnir borgarar í høvuðsstaðarøkinum. 2.4.2 Starvsfólk, sum veita tænastur Sambært upplýsingum frá Almannaverkinum vóru tað í oktobur 2016 samanlagt 858 starvsfólk, sum veita tænastu frá Almannaverkinum. Sum talvan niðanfyri vísir, er nógv tann størsti parturin av hesum starvsfólkum kvinnur. Av 858 starvsfólkum eru einans 164 menn og meðan kvinnurnar telja 694. Býtið vísir, at fakliga eru sosialar tænastur í stóran mun eitt kvinnufak. Harafturat vísir talvan munin millum ársverk og starvsfólk. Eitt ársverk er at rokna sum eitt fulltíðarstarv. Munurin millum ársverk og starvsfólk vísir, at tað eru starvsfólk, sum arbeiða niðursetta tíð. Talvan niðanfyri vísir tal av starvsfólki, bæði í tal og umroknað til ársverk8. Eisini vísir talvan, hvussu býtið millum kynini er. Talva 5) Starvsfólk í Almannaverkinum9 6 Tøl frá 1. oktober 20167 Tøl frá 1. oktober 20168 HR skipanin hjá Almannaverkinum. 9 Tøl frá 1.oktober 2016 Mannfólk Konufólk íalt Eysturoy 55 51 106 Norðoyggjar 41 26 67 Streymoy 187 162 349 Suðuroy/Sandoy/Vágar 39 26 65 íalt 322 265 587 Undir 18 ár 18 ár og eldri íalt Eysturoy 23 83 106 Norðoyggjar 13 54 67 Streymoy 37 312 349 Suðuroy/Sandoy/Vágar 9 56 65 íalt 82 505 587 Mðr. Tal av starvsfólkum Umroknað til ársverk Kvinnur Menn íalt Kvinnur Menn íalt Okt. 694 164 858 495,7 123,1 618,8 12 Mett er, at tað eru áleið 50 starvsfólk, sum veita tænastur á Dugna, Sjóndeplinum, Fountainhúsinum Teknmálstulkatænastuni og sjálvbodnu felagsskapunum, sum eru nevndir omanfyri. Tað vil siga, at tað í alt eru gott og væl 900 starvsfólk, sum veita tænastur til borgarar, ið bera brek. Samanumtikið vísa talvurnar omanfyri, at størsti parturin av borgarum, sum fáa tænastu frá Almannaverkinum eru borgarar, sum hava menningartarn, meðan borgarar við sálarsjúku og autismu eisini eru nógvir. Flestu borgarar búgva í Suðurstreymi og í Eysturoynni. Tað eru fleiri mannfólk, sum fáa tænastur enn konufólk, men meginparturin av starvsfólkunum, sum veita tænastuna eru konufólk. 3. Verandi rættarstøða hjá borgarum, sum bera brek Føroyar fingu sína fyrstu forsorgarlóg í 196110. Henda lógin kom í staðin fyri lov af 10. april 1895 om fattigvæsenet pa Færøerne og lov af 29. apríl 1913 om kommunale hjælpekasser. í Danmark vórðu ávísar broytingar framdar á økinum, og tí var í 1967 ein nýggj forsorgarlóg sett í gildi fyri Føroyar11. Verandi forsorgarlóg er upprunaliga lógin frá 1967, sum við tíðini hevur verið fyri heilt nógvum broytingum, eins og partar av forsorgarlógini eru fluttir í aðrar lógir, eitt nú í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Forsorgarlógin er heimildargrundarlagið undir teimum tænastum, ið verða veittar á sosiala økinum. Sigast kann, at forsorgarlógin myndar grundarlagið undir føroyska vælferðarsamfelagnum og føroyska sosialpolitikkinum. Bulurin í lógini er tann fyribyrgjandi, hjálpandi og mennandi tátturin. Fyri summar borgarar er forsorgarlógin eitt fíggjarligt trygdarnet og slóðar fyri einum vegi út aftur á arbeiðsmarknaðin. Fyri aðrar borgarar er forsorgarlógin karmurin um teirra lív og virki.Aðalmálið er, at borgarin verður mentur eftir førimuni og fær ein gerandisdag, ið gevur meining og eitt virðiligt lív. Forsorgarlógin hevur m.a. ásetingar um: 10 Lov 11 Lov Uppihaldsskyldu hjá tí almenna mótvegis tí einstaka og uppihaldsskyldu mótvegis hjúnafelaga.Hjálp til einstaklingar og familjur, t.d. ymisk sløg av almannaveitingum, hjálpartól og endurvenjing. Bú- og viðgerðartilboð Virknis- og stuðulstænastur Vegleiðingarskylduna hjá tí almenna, ið er at kunna og vegleiða hin einstaka um rættindi og skyldur í almannahøpi. nr. 248 af 1. oktober 1960 om offentlig forsorg. nr. 56 af 15. marts 1967 om offentlig forsorg. 13 í høvuðsheitum kann forsorgarlógin býtast í ein veitingarpart og ein tænastupart. í mun til tilmælið um tænastupolitikkin eru tað serliga ásetingarnar í §§ 27 32 e í forsorgarlógini, ið eru viðkomandi. Harafturat eru ásetingarnar í forsorgarlógini um fráboðanarskyldu og kærumøguleika viðkomandi í einari tænastulóg, eins og ásetingar um valdsnýtslu og eftirlit, ið virka sum karmur kring tænasturnar og eru týðandi til tess at varðveita rættartrygdina hjá einstaka borgaranum, ið tað almenna hevur ábyrgdina av. Sosialpolitikkur í Føroyum tekur í ein ávísan mun støði í, at borgarin er fremsti serfrøðingur í egnum lívi, og at familja og avvarðandi kunnu hava ein leiklut í mun til at veita borgaranum tænastur. Føroyska almannalóggávan fevnir sostatt um ávísar skiftistænastur, sum eru peningaveitingar, ið koma í staðin fyri eina tænastu soleiðis, at borgarin ella ein avvarðandi fær eina veiting og skal so syrgja fyri tænastuni. Tilmælið um tænastupolitikkin fevnir ikki um peningaveitingar, men skiftistænastur eru, og verða eisini, ein partur av sosialpolitisku loysnunum, og tí eigur ein tænastupolitikkur og skiftistænastur at samskipast og stuðla undir hvørt annað. Dømi um skiftistænastu í forsorgarlógini er endurgjald fyri inntøkumiss sbrt. § 17 tá foreldur noyðast av arbeiðsmarknaðinum at ansa barni, ið ber brek. Dømi um skiftistænastur sambært aðrari lóggávu er hjálparviðbót og røktarviðbót sbrt. almannapensjónslógini, og dagpeningur sbrt. dagpeningalógini til persón, hvørs hjúnafelagi ella barn gerast álvarsliga sjúk, og mett verður neyðugt, at persónurin er um tann sjúka. 3.1 Rættarstøðan í mun til fíggjarliga rásarúmið í mun til tænastupartin er forsorgarlógin meira at meta sum ein rammulóg, ið veitir yvirskipaðar heimildir fyri, hvørjar tænastur Almannaverkið kann veita, og sum er materiella heimildin undir fíggjarlógini. Verandi forsorgarlóg hevur ikki greiðar ásetingar um, hvørjar tænastur borgarin hevur rætt til, og serliga hetta hevur verið ein av atfinningunum móti lógini. Atfinningarnar snúgva seg m.a. um, at verandi skipan av stuðulstænastum í ov stóran mun tekur atlit til fíggjarliga rásarúmið hjá Almannaverkinum og minni atlit til tørvin hjá einstaka borgaranum. Harafturat verður funnist at, at rætturin hjá borgaranum til tænastur er ov veikt orðaður í lógini. á almennum grundarlagi er galdandi, at tá tað snýr seg um rættin til sosialar tænastur, er hesin rættur tengdur at fíggjarliga rásarúminum og hongur tískil neyvt saman við fíggjarlógini. Rættindi sambært lóg eru neyvt tengd at einari materiellari fíggjarligari heimild at rinda fyri tænastuna, og tí vil tænastustøðið altíð vera tengt at politisku raðfestingunum. Fíggjarliga rásarúmið verður nærri lýst í niðanfyri. 14 Sambært Breksáttmálanum skulu limalondini veita sosial rættindi soleiðis, sum orka er til, samstundis sumlondinierupliktaðitilalsamtat betraumhesirættindiviðeittnúfíggjarpolitiskumraðfestingum og nýskipanum. Rákið seinastu árini í londunum rundanum okkum hevur verið at gera lóggávu grundað á rættindi borgarans. Hetta rákið er serliga styrkt, eftir at ST í 2006 samtykti sáttmála um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek (Breksáttmálan). Sæð í mun til omanfyri nevndu atfinningar, og í mun til løgfrøðiligu karmarnar rundan um tænasturnar er viðkomandi at umrøða, hvussu rættindi borgarans verða tryggjað, samstundis sum myndugleikin hevur frælsi til, út frá ítøkiligari meting, at seta tænastuna saman á skynsamasta hátt í mun til tørvin hjá borgaranum, í mun til fíggjarligu støðu landsins og í mun til hvat er fakligt nøktandi. Júst hesin spurningurin er eisini frammi í okkara grannalondum, og er viðgjørdur í sambandi við endurskoðanina av donsku serviceloven. Ætlanin er at gera ásetingarnar um tænastur til vaksnar borgarar meira einfaldar við at savna fleiri tænastur í eina lógargrein og ikki sum nú hava eina áseting fyri hvørja tænastu. Kommunurnar, sum umsita tænastur til borgarar, ynskja størri frælsi til at bjóða út ymiskar tænastur, heldur enn at vera ov bundnar av lógarásettum tænastum. Við hesum fáa kommunurnar størri rásarúm at stýra tænastustøðinum og fáa harvið eina sterkari fíggjarstýring á økinum. áhugafelagsskapir í Danmark hava mótmælt ætlanini, tí tey meta, at broytingarnar fara at gera rættarstøðuna hjá borgarum verri, tí kommunurnar fáa ov stórt frælsi til at velja, hvørjar tænastur tær bjóða. í Føroyum hevur líknandi kjak verið í sambandi við, at kommunurnar hava yvirtikið umsitingina av heimatænastu, eldrarøkt v.m. Endamálið við løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. er at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu. Kommunurnar í Føroyum hava tó frælsi til at velja, hvørjar tænastur tær vilja bjóða borgarum, men hava samstundis skyldu til at tryggja, at borgarar, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt og stuðli sambært lóg um Heimatænastu, eldrarøkt v.m. skulu fáa neyðugu hjálpina. í staðin fyri at geva borgarum rættindi til ávísar tænastur, hava kommunurnar fingið álagt eina skyldu at veita tænastur, og harvið hevur borgarin fingið ávís rættindi. 3.2 Tilmæli Tænastulógin skal taka støði í Breksáttmálanum, ið Føroyar hava bundið seg at halda. Arbeiðsbólkurin mælir til, at sjálvsavgerðarrættur borgarans, meginreglan um kompensatión og ábyrgdarbýtið millum einstaklingin, familjuna og tað almenna, verða staðfest í lógini. Eisini mælir arbeiðsbólkurin til, at lógin hevur greiðar ásetingar um vegleiðingarskyldu, fráboðanarskyldu, tvingsil, eftirlit og kærumøguleika. Arbeiðsbólkurin mælir til, at tænastulógin hevur greiðar heimildir at veita neyðugu tænasturnar, innihaldið í hesum, og at tað verður sett í lógina, at Almannaverkið skal gera sokallaðar 15 kvalitetsstandardir, ið mynda grundarlagið undir tænastunum soleiðis, at ávíst tænastustøði verður ásett. Arbeiðsbólkurin metir, at ein haldgóður kvalitetsstandardur tryggjar eitt ávíst tænastustøði, og at tænastan verður veitt á einum tryggum grundarlagi, og ikki tilvildarliga verður sáldað frá ella niðurraðfest. í sama viðfangi ásannar arbeiðsbólkurin týdningin av, at tænasturnar fáa neyðugu játtanina á fíggjarlógini. Mett verður í hesum sambandi, at kvalitetsstandardur og m.a. skjalfesting av hagtølum, eru amboð, ið kunnu slóða fyri, at neyðug játtan undir tænastunum verður tryggjað. Yvirskipað metir arbeiðsbólkurin, at tað er týdningarmikið, at tænastan í tænastulógini verður ásett soleiðis, at borgarin fær eina tíðarhóskandi tænastu í mun til sín tørv og soleiðis, at myndugleikin hevur greiðar karmar at virka undir. Havandi í huga, at tænasturnar, ið veittar verða í tænastulógini eru tengdar at einari rakstrarjáttan, er tað av stórum týdningi, at rætta tænastan verður veitt borgaranum. 4. Fíggjarlig lýsing Tænasturnar, sum her verða lýstar, eru tengdar av fíggjarliga rásarúminum á landsins fíggjarlóg. í hesum partinum verða fíggjarkarmarnir lýstir við tí endamálið at geva eina mynd av, hvussu karmarnir eru og fyri at vísa á, hvørjar treytir tænasturnar virka undir í fíggjarligum høpi. Samlaða játtanin til landsútreiðslurnar í 2016 verður brúkt sum grundarlag til at lýsa virksemið. 4.1 Fíggjarlógin og játtanarskipanin Fíggjarlógin er sjálvt grundarlagið undir virksemi landsins í einum fíggjarári, og allar útreiðslur landsins skulu hava heimild í fíggjarlógini. Játtanirnar á fíggjarlógini kunnu liðast í hesi játtanarsløg: Lógarbundin játtan verður brúkt til lógarbundnan stuðul, har móttakaraskari, stuðulsupphædd, útrokningargrundarlag o.t. er ásett við lóg. Hevur ein persónur við lóg fingið rætt til eina veiting, skal avvarðandi myndugleiki gjalda veitingina, hóast játtanin ikki røkkur. Dømi um lógarbundnar játtanir eru fólkapensjón, forsorgarhjálp og barnaískoyti til stakar uppihaldarar. Rakstarjáttan verður nýtt, tá ið endamálið verður rokkið við almennum rakstarvirksemi, t.e. at seta starvsfólk og hava vanligar rakstarútreiðslur, so sum at keypa vørur og tænastur, útvega tilfar og rakstur av bygningum. Trivnaðartænastur, endurmenning, Sjóndepilin og Dugni eru dømi um virksemi, sum hava rakstarjáttan. Onnur játtan verður nýtt, tá stuðul verður latin til sjálvstøðugar felagsskapir, sum eisini fáa fígging á annan hátt. Teknmálstulkatænastan, Fountainhúsið, Blái krossur og Frelsunarherurin fáa stuðul til virksemið. Løgujáttan verður sum meginregla nýtt at selja, keypa, konstruera og gera bygningar og løgur. Harumframt verður henda játtanin nýtt, tá ið løgustuðul ella útlán verða veitt til ítøkiligar byggiætlanir, sum ikki eru lógarbundnar. 16 At tænasturnar verða fíggjaðar sum rakstrarjáttan hevur við sær, at tænastan verður veitt og skipað eftir tí førimuni, ið fíggjarligu karmarnir loyva. Tað er Løgtingið, sum í síðsta enda avger fíggjarliga rásarúmið. Løgtingið kann til eina og hvørja tíð økja ella halda aftur í landsins útreiðslum til lønir og rakstur við fíggjarlógarsamtykt, uttan at hetta krevur broytingar í øðrum lógum. Samanumtikið kann sigast, at tað er Løgtingið, sum í síðsta enda ásetir tænastustøðið fyri sosialu tænastunum í Føroyum. Landsstýrismaðurin í almannamálum fær ræðisrætt á § 12 Almannamál á fíggjarlógini, og hevur ábyrgd av, at allar búskaparligar atgerðir á hansara øki eru lógligar og rættar, og at játtanin verður hildin. Tað er uppgávan hjá Landsstýrisfólkinum til eina og hvørja tíð at tillaga virksemið innan verandi játtan. Uppgávan at tillaga virksemið kann í hesum sambandi latast einstaka stovnsleiðaranum, sum hevur ræðisrættin á játtanini. Stovnsleiðarar skipa og tillaga síðani virksemið hjá stovninum í mun til fíggjarkarmin, og verður hetta yvirskipað gjørt í samráð við einstaka landsstýrisfólkið uttan, at hesi verða drigin inn í smálutir ella einstaklinga mál. 4.2 Játtanin til almannamál á fíggjarlógini 2016 Tað er fyri fíggjarárið 2016 játtaðar tilsamans 4,8 mia. kr. á fíggjarlóg landsins Myndin niðanfyri vísir, at játtanin til almannamál er 1,5 mia. kr. sum svarar til 31 % av samlaðu landsjáttanini. Mynd 1) Landsútreiðslur skiftar á Almannamál og onnur málsøki. í mun til samlaðu játtanina til Almannamál á 1,5 mia. kr. umsitur Almannaverkið 1,4 mia. kr. sum svarar til 94 % av játtanini. Aðrir stovnar og felagsskapir umsita restina. Játtanin til Sjóndepilin er 6,5 mió. kr. og játtanin til Dugna er 9,8 mió.kr. 17 Fountainhúsið fær 2 mió. kr. í stuðli. Teknmálstulkatænastan fær 1,3 mió. kr. í stuðli. Serflutningsskipan Landsins fær 1,1 mió. kr. í stuðli. 4.3 Játtanin til Almannaverkið 2016 Almannaverkið umsitur í alt 1,4 mia. kr., og myndin niðanfyri vísir býtið millum stuðuls- rakstrar- og ta lógarbundnu játtanina. Rakstrarjáttanin telur 334 mió. kr. av samlaðu játtanini, svarandi til 24%. Mynd 2) Játtan til Almannaverkið skift á stuðuls- rakstrar- og lógarbundnar útreiðslur. Verður hugt eftir býtinum av rakstrarjáttanini telja Trivnaðartænastur 82%, Endurmenning 2% og høvuðskonta Almannaverkið 16%. í mun til samlaðu játtanina til rakstur verður størsti parturin av rakstrarjáttanini hjá Almannaverkinum nýttur til Trivnaðartænastur. 18 Mynd 3) Rakstrarjáttan skift á endurmenning, trivnaðartænastur og almannaverkið. Trivnaðartænastur fevnir um tær tænastur, sum verða veittar borgarum í Føroyum og tænastur, sum verða keyptar uttanlands, um nøktandi tilboð ikki eru í Føroyum. í einstøkum føri verður tænastan veitt við heimild í lógarbundnari játtan12. Almannaverkið umsitur harumframt játtan, sum er ætlað at stuðla skipan av serligum bútilboðum. árligi stuðulin er 3,9 mió.kr., og eru tað Herbergið og Blái Krossur, sum bjóða serlig bútilboð. Játtanin til tær einstøku tænasturnar, sum Almannaverkið veitir, og sum verða lýstar verða í frágreiðingini, eru hesar13:  3,3 mió. kr. fara til endurvenjing,  32,3 mió. kr. fara til stuðulstænastur,  24,2 mió. kr. fara til virknistænastur og veristøð.  12,5 mió. kr. fara til bú- og viðgerðarstovnar.  3 mió. kr. fara til búfelagsskapir, og  117 mió. kr. fara til rakstur á sambýlum. Tølini omanfyri fevna um beinleiðis rakstur av tænastunum. Harumframt fara áleið 16 mió. kr. til felags umsiting o.a. av hesum tænastum.14 4.4 Løgukarmur á fíggjarlógini fyri 2017 eru játtaðar 12 mió. kr. til at útvega fleiri bústaðir, og at nútímansgera verandi bústaðir. Harumframt verða umleið 14 mió. kr. av óbrúktari játtan í 2016 fluttar yvir um ár, soleiðis at íalt eru umleið 26 mió. kr. at brúka til endamálið í 2017. Sambært ætlanarárunum 2018 og 12 Borgarar, ið sambandi við dómsviðgerð verða sendir á tryggjaðan stovn í Danmark. 13 Talan er um cirkatøl. 14 áleið 70 mió. kr. fara til annað, t.e. barnavernd, keyp av tænastum uttanlands og fyrisiting. 19 2019 eru ávikavíst 15 mió. kr., og 18 mió. kr. avsettar til endamálið í alt 59 mió. kr. komandi trý árini. Stórur partur av játtanini verður brúktur til at nútímansgera verandi bústaðir, og tí verður avmarkað hvussu nógv kann brúkast til útvegan av nýggjum bústøðum. 4.5 Trýstið á sosialu tænasturnar Vælferðartænasturnar eru undir trýsti. Føroyar standa, eins og onnur lond yvir fyri stórum fólkafrøðiligum avbjóðingum. Fólk liva longur, viðgerðarhættir gerast alsamt betri, samstundis sum tað gerast færri skattgjaldarar at rinda fyri vælferðartænasturnar. Politiska skipanin er fyri áhaldandi trýsti at tryggja haldføri í búskapinum, gera neyðugar politiskar raðfestingar og at tryggja eina skynsama búskaparstýring. Samstundis er borgarin vorðin alsamt meira tilvitaður um síni rættindi, og setir krøv um dygdargóðar vælferðartænastur. Hetta leggur ikki bert trýst á vælferðartænasturnar á almannaøkinum, men eisini á heilsuverkinum, skúlaverkinum og í kommunala geiranum. Tað er ein sannroynd, at tørvurin á sosialum tænastum altíð er størri enn fíggjarliga rásarúmið. Tí er tað ein afturvendandi avbjóðing hjá politiska myndugleikanum at áseta játtanina, tá fíggjarlógin skal gerast. Støðið á sosialu tænastunum hjá Almannaverkinum eru ásett í mun til játtanarkarmin. Tænasturnar verða støðugt skipaðar og tillagaðar í mun til broytingar í tørvinum hjá borgaranum og eftirspurninginum eftir tænastum. Ein avbjóðing hjá Almannaverkinum er, at verandi játtanarskipan ikki leggur upp fyri óvæntaðum útreiðslum, t.d. tá borgari fær heilabløðing ella blóðtøpp, og hevur umfatandi tørv á tænastu. Hesar fyriskipanir leggja stórt fíggjarligt trýst á skipanina, tí tær mugu setast í verk við stuttum skotbrái. Tá kann tað vera ein avbjóðing at tillaga virksemið, og í ávísum førum er neyðugt at biðja Løgtingið um eykajáttan fyri at sleppa undan, at aðrir borgarar í skipanini missa tænastu. Harafturat er bíðilistin til tænasturnar eisini ein avbjóðing hjá Almannaverkinum. í oktober 2016 vóru tað í alt 124 borgarar, sum stóðu á bíðilista til tænastur frá Almannaverkinum. Meginparturin av hesum hava tørv á búplássi, ið er størsta avbjóðingin hjá Almannaverkinum í løtuni. Eisini standa borgarar á bíðilista til stuðulstænastu, umlætting og virknistænastu. Bíðilisti í TD okt.16 Búfelagsskapur 42 Bú- og viðgerðastova 3 Sambýlið 48 Frítíðartilboð 4 Stuðul ein til ein 11 Umlætting 9 Verkstað/virkishús 7 Søkja um tænastu 124 20 í frágreiðingini er ein røð av tilmælum um nýggjar og styrktar tænastur og viðurskifti rundanum tænasturnar. Skulu tilmælini fremjast er neyðugt við hægri játtan til raksturin, sum stendst av at veita tænasturnar, eins og stórur tørvur á at gera íløgur í bústaðir. Ein leyslig meting av fíggjarligu avleiðingunum av tilmælunum vísir, at tørvur er á millum 40 og 50 mió.kr. til tænasturnar15. Harumframt eiga at verða settar av eini 150 og 200 mió. kr. til at útvega fleiri bústaðir, um øll fólk sum bera brek í Føroyum skulu fáa nøktandi bústaðarviðurskifti. Arbeiðsbólkurin vil tó vísa á, at tilmælið um tænastupolitikkin leggur upp til sjálvbjargni hjá borgaranum og, at tænasturnar í størri mun verða skipaðar við endurmenning og menning í huga. Hetta átti at tálmað útreiðsluvøksturin. Tá politisk støða er tikin til tilmælini, og arbeiðið at smíða lóggávuna av álvara fer í gongd, verða meira nágreiniligar metingar gjørdar av teim fíggjarligu avleiðingunum. Neyðugt verður at gera eina ætlan fyri, hvussu farast skal fram í stigum soleiðis, at tryggjað verður, at javnvág er millum tørvin og rættin hjá borgaranum og fíggjarliga rásarúmið hjá stovnunum, sum skulu veita tænastuna. 5. Lýsing av einstøku tænastunum 5.1 Atgongdin og tilgongdin til tænastur Tá ein borgari hevur tørv á eini tænastu, kann hesin søkja um tænastu frá Almannaverkinum, sum eisini hevur lógarásetta skyldu at upplýsa og kunna borgarar um tær tænastur, sum eru og at hjálpa borgaranum. Umframt Almannaverkið eru tað eisini sjálvsognarstovnar og sjálvbodnir felagsskapir, sum bjóða bústaðatilboð og virknistænastur. Almannaverkið hevur í dag eina røð av tænastum og veitingum, sum verða veitt av somu fyrisiting og kann breiddin síggjast sum ein fyrimunir fyri borgaran, sum kann fáa eitt samansett tilboð á einum staði, heldur enn at skula venda sær til fleiri ymiskar myndugleikar. Til tess at fáa mest burturúr teimum tænastum og tí stuðli, ið Almannaverkið hevur orku og førleika at veita, er sjøtul settur á eina endurmenningar - og menningartilgongd, ið skal tryggja, at borgarar, ið bera brek fáa eitt so virkið lív sum gjørligt við sínum breki og gerast so sjálvbjargnir sum gjørligt, samstundis sum tryggjað verður, at borgarin fær eina nøktandi tænastu. Almannaverkið setir borgaran í miðdepilin, tá tiltøk verða gjørd, til tess at bøta um hansara sosialu avbjóðing. At borgarin er í miðdeplinum merkir, at borgarin ikki verður fataður sum ein passivur klientur, men sum ein aktivur luttakari. 15 Harumframt koma vanligar framskrivingar vegna broytt kostnaðarstøði og økt virksemi. 21 Almannaverkið hevur skipað seg soleiðis, at borgarin bert skal venda sær til eitt stað, sum er Viðskiftadepilin við avbjóðing síni og er aðalmálið, at tað skal vera einfalt fyri borgaran og úrslitagott hjá myndugleikanum. Skipanin við einari visitering til tænasturnar, er ein liður í at gera atgongdina til tænasturnar meira einfalda enn áður. Borgarin hevur eitt stað at venda sær, visiteringin til tænasturnar er samskipað og grundarlagið er heildarstøðan hjá borgaranum. áhugafelagsskapir, borgarar, aðrir myndugleikar og stovnar vísa tíðum á, at tað kann vera torført at finna útav, hvørjar tænastur Almannaverkið veitir, at atgongdin til tænastur er ov stirvin og at tað gongur ov long tíð, áðrenn borgarin fær svar uppá umsóknir eins og tilgongdin í sambandi við viðgerð av umsóknin v.m. er ov fløkt. Harumframt verður ofta víst á, at skiftið frá barndómi til vaksnamannatilveruna tykist heldur óskipað, eins og tað kann tykjast ógreitt, hvør hevur ábyrgd av at veita tænastur til eldri fólk, sum bera brek. á heimasíðuni hjá Almannaverkinum eru upplýsingar um avgreiðslutíð, telefontíð eins og upplýsingar um telefonnummar og teldupost hjá starvsfólki eru almenn á heimasíðuni. Eisini eru lýsingar av verandi tænastu. Almannaverkið er farið undir eina tilgongd, ið hevur til endamáls at gera tað meira einfalt fyri borgaran og arbeitt verður miðvíst við at betra um upplýsingar, vegleiðingar, viðgerðartíð o.s.fr. Slíkt tekur tíð og krevur orku, tí virksemið hjá Almannaverkinum er sera umfatandi og ymiskt. Tí atlit skulu takast til nógv ymisk viðurskifti á ymiskum støðum og stigum. Fyri at lætta um tilgongdina hjá borgaranum frá umsókn til tænastu, hevur Almannaverkið skipað soleiðis fyri, at hvør borgari, sum hevur tørv á tí, fær ein málsviðgera, sum er samskipari av teimum veitingum og tænastum, sum hesin borgarin fær frá Almannaverkinum. Eisini hevur Almannaverkið sett sjøtul á arbeiðið at tryggja, at ung, sum fáa tænastu og/veiting, fáa trygga skiftistíð frá barni til vaksin. Ung, sum eru millum 16-18 ár, verða boðin til eina samrøðu fyri at taka støðu til, hvussu tann ungi klárar skiftið frá barni til vaksin. Samrøðan tekur støði í, hvussu tann ungi kann fáa eitt virkið heimalív, arbeiðslív og frítíðarlív, tá viðkomandi gerst vaksin.16 5.1.1 Sosialfaklig heildarmeting, borgaraviðvirkan og skjalfesting Sum amboð at loysa borgarans sosialu avbjóðingar, ger Almannaverkið eina sosialfakliga heildarmeting. Heildarmetingin er eitt amboð, ið skal tryggja: almennu ráð- og vegleiðingarskylduna, líka viðger, sosialfakliga heildarsjónarmiðið og skal skipa torgreið viðurskifti og tryggja samspæl millum ymsar fyriskipanir, ið borgarin er fevndur av. í hesum høpi hevur Almannaverkið gjørt lýsingarbløð, ið eru faklig amboð hjá starvsfólki, t.d. sum samrøðuvegleiðing. í lýsingarblaðnum verður eitt nú sosialfakliga heildarmetingin og yvirlit yvir støðu borgarans lýst. Eisini ger Almannaverkið endurmenningar ella menningarætlan fyri borgaran, ið setir karmin fyri veittu hjálpini, lýsir samskipanina av ymsu veitingunum og tænastunum, ger eina tíðarrammu og lýsir samstarvið millum borgaran og avvarðandi ráðgeva. 16 Mál og avrikssáttmáli millum Almannamálaráðið og Almannaverkið 2016 22 Almannaverkið hevur seinnu árini lagt dent á sjálvsavgerðarrætt borgarans og hvussu tryggjast kann, at borgarin veruliga hevur møguleika fyri at taka lut í tilgongdini, tá avgerðir um tænastur til seg sjálvan verða tiknar og í mun til ta dagligu tænastuna. Møguleikin hjá borgaranum til veruliga viðvirkan er í stóran mun knýttur at hugburðinum hjá starvsfólkum at flyta seg frá at hava verið tey, sum leggja lívið hjá øðrum til rættis, til at vera tey, sum stuðla við tí hjálp, sum er neyðug fyri, at borgarin sjálvur kann megna, gera av og menna førleikar og fáa nyttu av positivu eins væl og negativu royndunum. Starvsfólk hjá Almannaverkinum verða tískil skúlaði til at upplýsa borgaran um síni rættindi og til at taka borgaran við í avgerðir. Arbeitt verður við at finna fram tilfeingið hjá tí einstaka, hvørjar fyritreytir hann hevur, og hvørji ynski borgarin hevur. Hetta merkir, at starvsfólk, heldur enn at skipa lívið fyri borgaran, átaka sær leiklutin at stuðla og menna borgaran soleiðis, at hann hevur førleikar at taka avgerðir um egið lív. Hetta er ein tilgongd, sum er ávegis, og arbeiðsbólkurin metir, at tað er neyðugt, at Almannaverkið støðugt og miðvíst heldur áfram, tí tað tekur tíð og krevur orku at fremja slíka hugburðsbroyting. Tað er samstundis umráðandi, at nýggj starvsfólk fáa upplæring í mun til omanfyrinevndu viðurskifti. Avvarðandi hava ofta ein stóran leiklut í lívinum hjá fólki, sum bera brek og ofta røkkur umsorganin, tey avvarðandi hava, nógv longri enn til tað tíðarskeiðið, har borgarin annars vildi havt eitt sjálvstøðugt lív. Samstundis eru avvarðandi ofta tey, sum kenna støðuna hjá borgaranum best. Samstarv og samskifti við avvarðandi kann tískil vera við til at styrkja tænastuna til borgaran og kann vera við til at skapa samanhang í hansara lívi. Tó er tað altíð borgarin sjálvur, í tann mun hann er førur fyri tí, sum ger av, hvussu samstarvið og samskiftið millum fyriskipan og avvarðandi skal fara fram, og í hvønn mun, tað skal vera. Borgarar, sum bera brek og eru vaksnir, hava sum onnur rætt at gera av, í hvønn mun teir ynskja, at avvarðandi eru partur av teirra lívi og skulu sjálvi skilmarka, hvørji eru avvarðandi, og í hvønn mun tey skulu kunnast um teirra viðurskifti. í Føroyum eins og í grannalondunum, verður javnan kjakast um, at skjalfesting tekur ov nógva tíð og arbeiðsorku hjá teimum starvsfólkum, ið eru um borgaran og at lítil tíð er eftir til sjálva tænastuna. Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt spurningin um skjalfesting í samband við tilmælið um tænastupolitikkin. Allir myndugleikar hava ávísar skyldur til at skráseta sítt virksemi, skjalfesta ávís viðurskifti og savna hagtøl. Limir í arbeiðsbólkinum hava tó víst á, at í Føroyum er ikki neyvt sami trupulleiki, sum í okkara grannalondum, men metir, at tað í Føroyum verður skjalfest í heldur minna lagi. Arbeiðsbólkurin metir, at fokus eigur at verða sett á, hvussu skjalfesting kann gerast eitt munagott amboð í strembanini eftir at veita munagóðar tænastur. Bólkurin er eisini samdur um, at skjalfesting ikki eigur at taka ov nógva tíð frá borgaranum og at skjalfesting ikki er eitt mál í sær sjálvum, men er neyðug, um Almannaverkið og aðrir stovnar skulu veita eina dygdargóða tænastu. 23 Endamálið við skjalfesting er at prógva og eftirmeta tær fyriskipanir, ið verða stovnsettar, eins og ta tænastu, ið verður veitt einstaka borgaranum soleiðis, at kvaliteturin á tænastuni altíð er á einum nøktandi fakligum støði, og rættartrygdin hjá borgaranum verður vard. út yvir at eftirmeta royndir og úrslit av teimum fyriskipanum, ið verða settar á stovn, er eitt av aðalendamálunum við skjalfesting, í mun til einstaka borgaran, at geva starvsfólki eitt yvirlit yvir støðuna hjá viðkomandi og at varpa ljós á tey øki, ið krevja serligan ans. Ein skipað skjalfesting gevur eina heildarmynd av tørvinum hjá einstaka borgaranum í mun til veittu tænastuna. á hesum grundarlagi er skjalfesting eitt amboð at veita borgaranum eina meira samanhangandi tænastu og tryggjar, at skiftandi starvsfólk vita, hvat hendir kring borgaran og hvør tørvurin og ynski borgarans eru. Samstundis er skjalfesting ein trygd hjá borgaranum, at hann kann kenna seg vísan í, at tænastan verður veitt honum sum fyrisett. Arbeiðsbólkurin metir eisini, at tað hevur stóran týdning, at tann skjalfesting, ið fer fram, tænir einum endamáli, ið er til frama fyri borgaran soleiðis, at hesin fær eina dygdargóða samanhangandi tænastu. ítøkiliga metir arbeiðsbólkurin, at skjalfesting skal fara fram við tilknýti til eina menningarætlan, har sjóneykan er sett á tørvin og ynskir hjá borgaranum, hvat endamálið við tænastuni er og hvussu endamálið verður rokkið. 5.1.2 Ráðgeving og samskipan Borgarar, sum bera brek, hava ofta tørv á tænastum frá nógvum og ymiskum stovnum og myndugleikum. í áratíggjur hava myndugleikar, áhugafelagsskapir og borgarar víst á, at tað kann vera sera trupult og møðsamt hjá borgarum, avvarðandi og stovnum at finna útav, hvussu ymsu skipanirnar hjá ymiskum myndugleikum virka, og hvør veitir hvørjar tænastur. Tí brúka borgarar og familjurnar ofta nógva orku uppá samskifti við ymiskar almennar myndugleikar og skulu í stóran mun stríðast fyri at fáa hjálp. Striltið hevur gingið at finna eina loysn til frama fyri børnini og foreldur teirra. í 2015 varð avgjørt at fara undir skipaðan tvørgeiraligan og tvørfakligan samstarvsleist Tann góða tilgongdin sum hevur til endamáls at samskipa tænastur frá ymiskum myndugleikum saman við familjuni. Talan er um samstarv millum Autismufelagið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið og Kommunufelagið. Eitt tvørgeiraligt toymi við einum samskipara verður skipað til hvørt barnið. Toymið verður sett saman eftir lívsstøðuni hjá ávísa barninum, men foreldur og umboð fyri Almannaverkið, Psykiatriska depilin og Sernám luttaka í øllum toymum. Almannaverkið er samskipari hjá familjuni og skipar árligar netfundir har ein virkisætlan við avtalaðum átøkum verður gjørd saman við foreldrum og fakfólki frá avvarðandi myndugleikum. Virkisætlan skal gerast við tí í huga at tryggja ymisku lívs skeiðini hjá barninum frá dagstovni til vaksnamannatilveruna. 124 familjur, sum hava børn við autismu eru í løtuni knýttar at Tann góða tilgongdin. Almannaverkið metir, at tað eru áleið 330 familjur, sum hava børn, sum bera onnur brek, sum kundu fingið ágóðan av hesi ella líknandi skipan 24 Tað kann vera ein stór avbjóðing hjá familjum at fáa eitt barn, sum ber brek. Tilveran kann broytast munandi og nógv foreldur uppliva tað sum eina sorg, tá barnið verður føtt við einum breki ella fær staðfest eitt brek. Kanningar vísa, at familjur, sum hava børn, sum bera brek eru í størri vanda fyri at fáa strongd orsakað av avbjóðingum við at megna gerandisdagin við barni, sum ber brek. Hetta tí at hesar familjur brúka nógva orku uppá samskifti við almennar myndugleikar og skulu í stóran mun stríðast fyri, at børnini fáa hjálp. í Danmark er ásett í servicelógini, at familjur, hvørs børn hava fingið staðfest eitt brek, kunnu fáa tilboð um familjuráðgeving og skulu hava eina samrøðu innan 3 mánaðir eftir, at brekið er staðfest. Tað eru skipanir, sum lofta familjum í Føroyum, sum fáa barn, sum bera brek ella fáa staðfest brek. Eitt nú er møguligt at fáa sálarfrøðiligar viðtalur við stuðli frá Heilsutrygd og hevur Almannaverkið heimild at gjalda foreldrapartin eftir nærri ásettum treytum. Eisini bjóðar Barna og ungdómspsykiatriin psykoeducatión til børn, ung, foreldur og avvarðandi hjá børnum og ungum, sum fáa staðfest brek autismu, ADHD ella sálarligt brek. Dentur verður lagdur á, at upplýsa foreldur og avvarðandi um brekið. Almannaverkið hevur nýliga sett á stovn eitt nýtt tilboð til familjur, sum hava heimabúgvandi børn, ið hava fingið staðfest autismu. Tilboðið er partur av Tí góðu tilgongdini sum er lýst omanfyri. Talan er um autismuráðgeving og umfatar undirvísing um autismu, praktiska vegleiðing og námsfrøðilig amboð. Endamálið er at viðvirka til, at gerandisdagurin hjá familjunum verður lættari. Ráðgevingin fer fram í heiminum hjá familjuni og sum bólkaundirvísing saman við øðrum familjum, um ynski er til tess. Tilboðið tekur støði í, at familjan kennir barnið best, og veit, hvørjar styrkir og veikleikar barnið hevur. Ráðgevingin kann síðani, við støði í hesum, ráðgeva og vegleiða familjuni um, hvussu farast kann fram í mun til tær avbjóðingar, sum barnið hevur. Talan er um í mesta lagi 6 vitjanir og verða avtalur gjørdar um, hvat familjan skal. Familjan skal sjálvstøðugt arbeiða við teimum avtalum, sum gjørdar eru. Tá ráðgevingin er liðug, verður mett um arbeiðið hevur verið nøktandi, hvat kann gerast frameftir o.s.fr. Higartil hava 80 familjur tikið av tilboðnum um familjuráðgeving. 55 familjur hava fingið ráðgeving og eru góðar royndir av hesum. 5.1.3 Tilmæli Arbeiðsbólkurin er av teirri fatan, at tað er sera umráðandi, at tað verður einfalt fyri borgarar og avvarðandi at venda sær til og samskifta við Almannaverkið og aðrar myndugleikar.Tí mælir arbeiðsbólkurin til, at tilgongdin hjá Almannaverkinum við at gera tað einfalt fyri borgaran heldur áfram og um møguligt verður styrkt. Eisini mælir arbeiðsbólkurin til, at Almannaverkið fær ein sokallaðan borgaraportal, har borgarin sjálvur ella saman við avvarðandi kann síggja, hvørjar tænastur eru og sjálvur søkja tænasturnar beinleiðis á netinum eins og í øðrum londum. 25 Arbeiðsbólkurin mælir eisini til, at Almannaverkið í størri mun enn higartil kemur út, har borgarin er. Tað kann t.d. vera torført hjá eini familju, sum hevur fingið eitt barn, sum ber brek ella einum vaksnum, sum er innlagdur á Psykiatriska deplinum at skula fyrihalda seg til sína sosialu støðu. Um t.d. sosialráðgevarar vóru á staðnum, vildi tað verið ein munandi lætti fyri hesi at søkt um og fingið neyðuga hjálp í rættari tíð. Arbeiðsbólkurin mælir til, at sett verður í tænastulógini, at borgarin skal visiterast við støði í einari heildarmeting av tørvi og ynski borgarans soleiðis, at borgarin fær røttu tænasturnar til rætta tíð. Eins og borgarin fær eina endurmenningarætlan ella eina menningarætlan, ið týðiliga vísir, hvat endamálið er við veittu tænastuni, og hvørji mál skulu røkkast. Arbeiðsbólkurin mælir til, at tænastulógin ásetir skyldu at skjalfesta, har tað verður mett neyðugt, og at skyldan verður avmarkað soleiðis, at hon ikki tekur tíð frá borgaranum. Tískil skal lógin áseta skjalfestingarskyldu, har tørvurin á skjalfesting er týdningarmikil og gevur meining, eitt nú í mun til tvingsil og, í ein ávísan mun, til at savna hagtøl og ikki minst í mun til at meta um, í hvønn mun endamálið við tænastuni verður rokkið. Skjalfesting er eitt ítøkiligt amboð at gera starvsfólk meira tilvitaði um, hvat endamálið við tænastuni er, hvør leiklutur teirra skal vera og hvørji rættindi borgarans eru. Arbeiðsbólkurin mælir tí til, at starvsfólk verða førleikament í hesum sambandi, og førleikament at skjalfesta soleiðis, at tíð ikki verður nýtt at skjalfesta vanlig og óviðkomandi viðurskifti, ið er natúrligur partur arbeiðinum. Arbeiðsbólkurin metir, at tað hevur týdning, at borgarin, sum hevur tørv á tí, fær tillutað ein málsviðgera, sum samskipar tænastur og veitingar, sum viðkomandi fær frá Almannaverkinum. Harumframt mælir arbeiðsbólkurin til, at allar familjur, sum hava børn, sum bera brek fáa líknandi skipan sum Tann góða tilgongdin. Royndirnar við arbeiðinum við at skipa Tí góðu tilgongdina vísa, at tað kann vera sera orkukrevjandi hjá einum stovni at luttaka í tvørgangandi samstarvi, at fáa eina tilgongd skipaða og at halda skipanini koyrandi. Skal samstarvsleisturin gerast veruleiki og halda áfram, er alneyðugt, at allir myndugleikar, stovnar og fakfólk eru sinnað at luttaka og seta neyðuga orku av til hetta. Almannaverkið hevur gjørt uppskot um, at fara undir at seta í verk líknandi skipan eftir fylgjandi leisti og metir arbeiðsbólkurin, at uppskotið sær skilagott út, og vónar at viðkomandi myndugleikar somuleiðis taka undir við uppskotinum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at familjur, sum hava børn, sum bera brek, fáa málrættaða og dygdargóða familjuráðgeving á høgum fakligum støði. Ráðgevingin er ein kærkomin hjálp og stuðul í gerandisdegnum hjá familjuni og stuðlar undir, at familjan klárar tær avbjóðingar, ið kunnu vera at fáa eitt barn, ið ber brek. Eisini hevur tað týdning, at barnið fær neyðugan stuðul í familjuni og at familjan fær neyðuga námsfrøðiliga vegleiðing. Umráðandi er, at tvørfaklig ráðgevandi toymi verða skipaði við fólki, ið hava breiða námsfrøðiliga og terapeutiska vitan. Samstundis er eisini neyðugt, at starvsfólk, sum virka sum ráðgevar, hava neyðug amboð at koma inn í heimið hjá familjuni og møta og rúma familjuni, har tey eru. 26 Mælt verður til, at Tann góða tilgongdin stig- og miðvíst verður víðkað og at neyðug játtan verður sett av til tess. 5.2 Viðlíkahaldsvenjing Stórur tørvur er á at fáa skipaða viðlíkahaldsvenjing fyri at tryggja at borgarin, umframt endurvenjing, fær viðlíkahildið sínar førleikar. Sami boðskapur er at finna í tilmælinum um samskipaða endurvenjing frá 2016, har víst verður á, at skal endurvenjingin veruliga gera mun, er alneyðugt, at viðlíkahaldsvenjing eisini verður veitt borgarum í Føroyum. Viðlíkahaldsvenjing er at skilja sum málrættað venjing fyri at forða fyri førleikamissi, og fyri at fasthalda ella betra um verandi førleika. Viðlíkahaldsvenjing fevnir bæði um likamligar og sálarligar førleikar og hegni. Sum er, kunnu kommunurnar veita viðlíkahaldsvenjing til borgarar, sum eru 67 ár og eldri, men tað er ongin skipað viðlíkahaldsvenjing til yngri borgarar og tað sæst beinleiðis í almennu viðmerkingunum til lóggávuna, at viðlíkahaldsvenjing ikki partur av endurvenjingini. Sambært viðmerkingunum til forsorgarlógina fevnir endurvenjing í Almannaverkinum ikki um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing, men víst varð í viðmerkingunum á, at næsta stigið í tilgongdini átti at verið at skipa fyri viðlíkahaldsvenjing sambært forsorgarlógini. Arbeiðsbólkurin er av teirri fatan, at tað bæði í mun til borgaran og út frá einum samfelagsligum sjónarvinkli er alneyðugt, at rætturin til viðlíkahaldsvenjing fyri borgarar upp til 67 ár, verður lógarfestur og at viðlíkahaldsvenjing verður ein skipað tænasta framyvir. Spurningurin er meira, hvussu tænastan kann skipast mest skynsamt, bæði í mun til borgaran og í mun til aðrar skipanir. Almannaverkið er í gongd við at uppbyggja eina landsfevnandi endurvenjingartænastu og kundi ein loysn verið, at viðlíkahaldsvenjing eisini verður staðsett í Almannaverkinum, sum í størri mun kann veita borgarum, ið tørva tað, eitt heildartilboð við sosialráðgeving, endurvenjing, hjálpartólum, arbeiðsfremjandi tiltøkum, trivnaðartænastum og ymisku almannaveitingunum. 17 Málbólkur skal her skiljast sum familjur við børnum, sum bera ta breki, ið tilskila er í kassunum. ár Málbólkur17 Tal av familjum Kostnaður 2018 Sálarsjúka, ADHD/ADD og onnur sálarlig brek 136 2,9 mió. kr. 2020 Sálarlig og/ella likamlig brek (menningartarn og fjølbrek) 75 1,6 mió. kr. 2022 Likamligt brek 128 2,8 mió. kr. 27 Almannaverkið umsitur eisini skipanina við hjálpartólum, sum er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum hjá terapeutum at endurvenja og viðlíkahalda førleikar hjá borgarum, og er í summum førum avgerandi kompensatión í mun til møguleikar hjá einstaka borgaranum við breki at luttaka á jøvnum føti við aðrar borgarar. Arbeiðsbólkurin hevur ikki viðgjørt hjálpartólarskipanina, men serliga Ergoterapeutfelagið hevur víst á týdningin av at hava eina vælvirkandi og smidliga hjálpatólaskipan, sum tekur atlit til støðuna hjá hvørjum einstøkum borgara. Arbeiðsbólkurin metir, at verandi skipan við hjálpartólum eigur at verða endurskoðað í sambandi við, at nýggj tænastulóg skal smíðast. Sambært Almannaverkinum kundi viðlíkahaldsvenjingin verið skipað saman við endurvenjing og Hjálpartólamiðstøðini og fyri fylgjandi bólkar:  Viðlíkahaldsvenjing til borgarar í vardum bústaði hjá Almannaverkinum  Viðlíkahaldsvenjing fyri borgarar við varandi sjúku  Venjingar við børnum, sum bera brek ella hava varandi sjúku Skal Almannaverkið veita viðlíkahaldsvenjing, er tørvur á fleiri starvsfólkum umframt hølum og amboðum, sum eru neyðug. Leysliga og varisliga mett vildi ein skipan við viðlíkahaldsvenjing samanlagt kravt eina játtan á uml. 12 mió.kr. tá er hædd tikin íløgum, leigu av hølum og rakstrarútreiðslum og lagt uppfyri, at áleið 20 ergo- og fysioterapeutar veita tænastuna. Tað tekur tíð at uppbyggja eina skipan, sum skal veita eina nýggja tænastu og tað krevur eisini, at neyðug játtan verður sett av. Ein møguleiki er, at tænastan verður stig- og miðvíst upp- og útbygd, bæði fyri at tryggja dygdina og soleiðis, at játtanin kann raðfest yvir eitt ávíst tíðarskeið. Tað tekur tíð at uppbyggja eina nýggja tænastu og krevur eisini fíggjarliga orku. Skal raðfestast, hvussu tænasturnar skulu setast í verk, so mælir Almannaverkið til hesa raðfesting: 1. Viðlíkahaldsvenjing til borgarar í vardum bústaði hjá Almannaverkinum 2. Viðlíkahaldsvenjing fyri borgarar við varandi sjúku 3. Venjingar við børnum, sum bera brek ella hava varandi sjúku Bólkur 1-2 fáa onki tilboð í dag, og tí hava tey tann størsta tørvin, meðan børnini, sum eisini hava tørv á tí, kunnu fáa venjing. 5.2.1 Tilmæli Arbeiðsbólkurin mælir til, at heimild til veita víðlíkahaldsvenjing verður staðfest í tænastulógini. Tað skal greitt ásetast, hvør, ið hevur rætt til viðlíkahaldsvenjing og undir hvørjum treytum. 28 Arbeiðsbólkurin er eisini samdur um, at tænastan eigur at verða skipað í Almannaverkinum saman við endurvenjingin. Almannaverkið hevur leysliga mett, at ein endurvenjingartænasta vildi kosta áleið 12 mió.kr, og hevur mælt til, at tænastan verður stig- og miðvíst útbygt. Arbeiðsbólkurin vil tó mæla til, at eitt neyvari útgreiningararbeiði verður gjørt áðrenn viðlíkahalsvenjing verður skipað sum tænasta. í hesum sambandi skal arbeiðsbólkurin vísa á, at neyðugt er at lýsa og staðfesta munin á viðlíkahaldsvenjing frá tí almenna og so ta venjing, sum borgarin kann fáa stuðul til umvegis Heilsutrygd. 35 privatpraktiserandi fysioterapeutar í Føroyum, hava klinikkir og góðar møguleikar fyri at veita endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing hava avtalu við Heilsutrygd. Arbeiðsbólkurin mælir eisini til, at skipanin við hjálpartólum verður endurskoðað í sambandi við, at tænastulógin skal smíðast. 5.3 Endurvenjing Eins og við viðlíkahaldsvenjing, hava myndugleikar, fakfeløg og áhugafelagsskapir í nógv ár víst á týdningin av, at borgarar í Føroyum fáa lógartryggjaðan rætt til endurvenjing. í dag er rætturin til endurvenjing skipaður í lóggávu innan kommunala geiran, Almannaverkið og Sjúkrahúsverkið. Endurvenjing í Almannaverkinum er skipað við heimild í § 29 í forsorgarlógni, og er ein tænasta, ið verður veitt við menning og endurmenning í huga. Endurvenjingin skal hjálpa borgaranum út aftur á arbeiðsmarknaðin ella gera hann føran fyri at klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Miðað verður tískil eftir, at borgarin við endurvenjingini endurvinnur sínar førleikar lutvíst ella heilt. Endurvenjingin verður sambært lógini veitt borgara, ið er í aldrinum 18 til 66 ár og í serligum førum til borgara, ið er 16-17 ár. Tænastan verður játtað í eitt avtalað og avmarkað tíðarskeið. Mannagongdin er tann, at borgarin søkir sjálvur um endurvenjing og verður visiteraður av Almannaverkinum. Tað er ikki sjálv sjúkuavgerðin, sum avger, um endurvenjing í Almannaverkinum verður veitt. Avbjóðingin at koma aftur á arbeiðsmarknaðin ella blíva meira sjálvhjálpin, er ofta størri enn sjúkuavgerðin. Endurvenjingin verður tó løgd til rættis eftir, hvat viðkomandi bagir. Venjingin tekur støði í teimum málum, ið borgarin setur saman við terapeutunum. Almannaverkið arbeiðir mið- og stigvíst við at skipa eina landsfevnandi endurvenjingartænastu. í løtunieru tvær eindir, ein í Tórshavn og ein í Runavík, har borgarar fáa eitt ávíst tal av endurvenjingartímum í eitt frammanundan avtalað tíðarskeið. Summir borgarar hava ikki møguleika at fara í eindirnar í Tórshavn og í Runavík at fáa viðgerð og tískil verður endurvenjingin veitt í nærumhvørvinum og í heiminum. Almannaverkið veitir sostatt í ávísum førum endurvenjing heima hjá borgaranum og verða avtalur eisini í ein ávísan mun gjørdar við kommunur og privatar veitarar um nýtslu av hølum og tólum og/ella keyp av endurvenjingartænastu. 29 Játtanin til endurvenjing í Almannaverkinum er partur av játtanini til endurmenning. Síðani Almannaverkið fekk eina greiða heimild til at skipa tilboðið hevur verið arbeitt við at menna skipanina. í oktober 2106 fingu 23 borgarar tilboð um endurvenjing, ímeðan 24 borgarar vóru á bíðilista eftir tænastuni. Samlaða játtanin til endurmenning var 5,4 mió. kr. í 2016 og mett verður, at umleið 3,3 mió.kr. av hesum verða brúktar til endurvenjing og eru tað 7 terapeutar, sum veita tænastuna. Endurvenjing hevur í langa tíð elvt til trupulleikar í markamótunum millum kommunur, Almannaverk og heilsuverk. Mest átrokandi trupulleikin hevur verið tann, at borgarar, ið eru viðgjørdir í einum geira, og hava tørv á framhaldandi viðger frá øðrum geira, onkursvegna eru dotnir niðurímillum. Við hesum í huga varð ein arbeiðsbólkur í 2015 settur at viðgera trupulleikan og koma við tilmælum um loysn. Tilmælið, ið hevur sum endamál at samskipa og veita eina smidligari og greiðari endurvenjingartilgongd er latið úr hondum18. í høvuðsheitum leggur tilmælið upp til, at endurvenjingin í Almannaverkinum støðugt verður víðkað soleiðis, at fleiri borgarar kunnu fáa ágóða av tænastuni, samstundis sum tryggjað verður, at tænastan er á einum høgum fakligum støði. ítøkiliga verður mælt til, at settar verða av 3,6 mió.kr. til nøkta verandi tørv á endurvenjing, samstundis sum víst verður á, at talan er um eina nýggja tænastu og at tørvurin á tænastuni helst verður størri, tá borgarar verða tilvitaðir um at henda tænasta finst. Eisini verður lagt upp til, at heilsuverkið, Almannaverkið og kommunali geirin í felag skulu skipa soleiðis fyri, at borgarin fær eina samskipaða endurvenjingartænastu. Fyri borgaran fer hetta at merkja, at hann verður darvaður minst møguligt, tá hann ferðast millum geirarnar, t.v.s. sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og kommunala geiran. Borgarin verður settur í miðdepilin og tænastan kemur til hansara. Fyri ein borgara, ið ber brek, kann ein torgreið tilgongd gera ilt verri. Hesir borgarar hava ofta ilt við at geva til kennar, hvat teir ynskja og halda. Tískil er tað av alstórum týdningi, at myndugleikarnir megna at samstarva og samskipa endurvenjingina soleiðis, at hesir og aðrir borgarar ikki detta niðurímillum geirarnar. 5.3.1 Tilmæli Arbeiðsbólkurin mælir til, at verandi heimild til at veita endurvenjing verður ásett í tænastulógini soleiðis, at tað framhaldandi verður greitt, at tað eru borgarar 18-66 ár og í serligum førum 16-17 ár, sum kunnu fáa endurvenjing fyri at varðveita ella fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella fyri at klára seg við so lítlari hjálp sum gjørligt. Eisini mælir arbeiðsbólkurin til, at endurvenjingartænastan verður styrkt fíggjarliga við 3,6 mió. kr. fyri at nøkta verandi tørv. 18 http://cdn.lms.fo/media/8271/tilm%C3%A6li-um-samskipa%C3%B0a-endurvenjing-juni-2016.pdf 30 Harafturat mælir arbeiðsbólkurin til, at tilráðingarnar í tilmælinum Ein samskipað endurvenjing um at fáa í lag eitt skipað samstarv millum heilsuverkið, Almannaverkið og kommunala geiran soleiðis, at partarnir í felag tryggja, at borgarin fær eina samskipaða endurvenjingartænastu. 5.4 Stuðulstænastur Fyri at kunna virka á jøvnum føti við onnur í samfelagnum, hava borgarar alt eftir teirra virkistarni tørv á hjálp og stuðli. Stuðulstænastan fyri vaksin er skipað sambært § 32 b í forsorgarlógini. Skipanin er stovnsett fyri at stuðla borgarum millum 18 - 66 ár, sum eru rørslutarnaðir ella hava avmarkaðan sálarligan førleika, so teir hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Stuðulin kann halda áfram eftir, at borgarin er vorðin 67 ár, um viðkomandi framvegis fær gagn av stuðlinum og hevur møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Stuðulstænasta kann veitast til fylgi, eftiransni, vøku, umsorgan og sosialpedagogiska hjálp, og er ætlað persónum, ið liva eitt lív við einum ávísum virksemi, ið krevur stuðul eitt ávíst tímatal og kann hetta virksemið vera bæði í heiminum og uttan fyri heimið. Borgarar, sum búgva á sambýlum og bústovnum eru ikki fevndir av skipanini við tað, at stuðulstænasta er partur av bútilboðnum. í serligum førum kunnu borgarar fáa fastar persónligar hjálparar, hvørs uppgávur fevna um praktiska hjálp, fylgjarauppgávur o.a. Stuðulsfólkaskipanin fyri børn er skipað við heimild í § 32 c. Skipanin er stovnsett til børn undir 18 ár, sum tørva stuðulsfólk vegna virkistarn, orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndari sjúku. Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið frá 2002 er ein stuðulsfólkaskipan ein fyriskipan, har sosialu myndugleikarnir eftir sosiallóggávuni seta fólk í starv at røkja eina uppgávu í mun til ein persón ella eina familju við ávísum trupulleikum, sum teimum tørvar hjálp til at loysa hjálp sum ikki kann veitast í øðrum skipanum. Heimildin hjá landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um, hvussu skipanin skal virka og hvør kann nýta skipanina og hvørji stuðulstiltøk eru fevnd av skipanini, er enn ikki brúkt og hava bæði Almannaverkið, Løgtingsins umboðsmaður og Landsgrannskoðarin sóknast eftir nærri ásetingum um Stuðulsskipanina, sum veitir eina røð av ymiskum tilboðum til børn. Grundarlagið undir stuðulstænastunum hjá Almannaverkinum er sosialpedagogiskt arbeiði og viðgerð, og dentur verður lagdur á at tilrættisleggja gerandisdagin, umhvørvið og arbeiðið soleiðis, at borgarin kann menna persónligar, praktiskar og sosialar førleikar og stuðlar tænastan harvið borgaranum at hava eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt. Umsorgan er ein sameinaður partur av øllum tænastum, sum Almannaverkið veitir. Flestu tænastur, sum verða veittar hava eitt mennandi endamál, meðan aðrar tænastur hava sum endamál at lætta um. 31 Tá borgarin hevur fingið játtað stuðul, verður ein verkætlan tilevnað av viðkomandi og stuðulsfólkinum í felag. Endamálið við verkætlanini er at gera greitt, hvørji mál miðast skal fram ímóti, at tryggja eitt samskipað átak og at staðfesta ábyrgdina hjá stuðulsfólkinum, Stuðulstænastuni og borgaranum. Verkætlanin verður endurskoðað við jøvnum millumbili tó í minsta lagi einaferð um árið og tá talan er um borgarar, sum eru 67 ár og eldri í minsta lagi tvær ferðir um árið. Flestu stuðulstænastur verða í dag skipaðar sum toymistilboð, har bólkar av borgarum fáa sosialpedagogiskan stuðul, sum bæði kunnu hava einstaklinga og felags atlit og endamál. Tað eru faklig atlit, ið tala fyri, at ávísar tænastur verða veittar í bólkum heldur enn í ein til ein fyriskipanum. útgangsstøðið er, at kommunal ansingartilboð og frítíðarskúlatilboð eru til øll børn. Tó eru tað tey børn, sum vegna serligan tørv, ikki kunnu integrerast í kommunalu tilboðini. Frítíðartilboð, sum toymistilboð til børn eftir skúlatíð, hevur til endamáls at stuðla familjuni soleiðis, at foreldur kunnu røkja sítt arbeiði, umframt at børnini fáa eitt mennandi tilboð saman við øðrum javnlíkum. Eisini verða dagtilboð veitt sum toymistilboð til børn undir skúlaaldur og eftir frítíðarskúlaaldur. Aðrar tænastur verða skipaðar sum ein til ein stuðul, har borgarin hevur tilknýti til eitt starvsfólk eitt ávíst tímatal um vikuna. ávísir borgarar fáa náttarstuðul í heiminum og í ávísum føri á stovni. Borgarar, sum bera brek, kunnu hava trupult at fáa og varðveita tilknýti til familju, vinir og netverk. Tískil kunnu eitt nú frítíðartilboð og klubbtilboð viðvirka til, at borgarin samstundis, sum persónligu og sosialu førleikarnir verða styrktir, eisini fær tilknýti til aðrar borgarar, sum eru í somu støðu. Toymistænasta kann viðvirka til, at borgarin gerst partur av einum netverki, sum kann brúkast uttanfyri tað skipaða tilboðið, og kann tí bæði virka motiverandi og mennandi fyri borgaran. Toymistænastur verða veittar sum klubbtilboð, dagtilboð, frítíðartilboð, dagtilhald, mentortoymi og umlættingartilboð. Samanumtikið fevna Stuðulstænastur um eina røð av fjølbroyttum tænastum, sum ikki eru beinleiðis ásettar í forsorgarlógini. Tænasturnar eru stovnsettar yvir tíð, skipaðar eftir tørvinum í samfelagnum og fíggjarorkuni hjá Almannaverkinum. Tað er eitt støðugt trýst á stuðulstænasturnar, tí tørvurin á tænastum er stórur m.a. orsakað av vantandi bústaðatilboðum, og tí ávísir bólkar av borgarum, sum krevja umfatandi stuðul, koma í skipanina. í løtuni fáa 392 borgarar tænastu frá Stuðulstænastuni umframt borgarar, sum eru knýttir at mentortoymum og borgarar, sum fáa hjáverutímar. útreiðslurnar til stuðulstænasturnar eru góðar 31 mió.kr. í løtuni eru 24 borgarar á bíðilista til stuðulstænastu og leysliga mett, er tørvur á áleið 7 mió.kr. fyri at nøkta tørvin á stuðulstænastum. í talvunum niðanfyri eru lýstar tær stuðulstænastur, sum Almannaverkið veitir borgarum í Føroyum. 32 Talan er um tænastur, sum fylgja standardinum fyri stuðulstænastur, og talvurnar lýsa, hvussu nógv fólk fáa hesar ymisku tænastur, og hvussu kynsbýtið er. Harumframt er hugt eftir, hvussu aldursbýtið er, og hvat fyri málbólkar fáa hesa tænastu. Talva 7) Tal av borgarum skift á kyn og tænastu Talvan omanfyri lýsir, at størsti bólkurin eru tey, ið fáa 1 til 1 stuðul. Hesin telur 38,4%. Talva 8) Tal av borgarum býtt eftir aldri og tænastu19 Talvan omanfyri lýsir stuðulstænasturnar, og hvussu aldurin er á borgarunum, sum fáa hesar tænastur, er býttur. 78,6% av hesum borgarum eru vaksin t.v.s. 18 ár og eldri. 5.4.1 Tilmæli Arbeiðsbólkurin mælir til, at verandi stuðulstænastur verða varðveittar og styrktar soleiðis, at tørvurin á tænastu verður nøktaður. Stuðulstænastur eru tænastur, sum kunnu stuðla undir, at borgarar, sum bera brek, kunnu hava ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag á jøvnum føti við aðrar føroyingar. Harumframt kunnu stuðulstænasturnar viðvirka til, at borgarin kann mennast og stuðlast til at klára seg við so lítlari hjálp sum gjørligt. í triðja lagi eru verandi stuðulstænastur at rokna sum umlættingartilboð til familjuna hjá borgaranum, sum ber brek. Harafturat kunnu stuðulstænastur viðvirka til, at borgarar, sum bera brek, kunnu klára seg sjálvan og tí ikki hava tørv á vardum bústaði ella møguliga einum minni vardum bústaði. Arbeiðsbólkurin er tó samdur um, at tørvur er á at gera dagføringar. Felagsskapurin Javni hevur ofta borið fram, at verandi skipan við stuðulstænastum í ov stóran mun tekur atlit til fíggjarliga rásarúmið hjá Almannaverkinum og minni atlit til tørvin hjá einstaka borgaranum. Bæði Landsgrannskoðanin 19 Tøl frá oktober 2016. Konufólk Mannfólk íalt 1 til 1 stuðul 124 89 213 Frítíðartilboð 17 55 72 Mentortoymi 9 6 15 Náttarstuðul 2 2 4 Umlætting 26 62 88 íalt 178 214 392 Undir 18 ár 18 ár og eldri íalt 1 til 1 stuðul 19 194 213 Frítíðartilboð 48 24 72 Mentortoymi 1 14 15 Náttarstuðul 2 2 4 Umlætting 49 39 88 íalt 119 273 392 33 og Løgtingsins Umboðsmaður hava víst á, at tørvur er á at fáa greiðari reglur um serliga stuðulstænastuna til børn. Arbeiðsbólkurin mælir til, at greið heimild til at veita tær tænastur, sum eru t.v.s. stuðulstænastu, fylgjari, náttarvakt, umlætting, frítíðartilboð/frítíðarklubb o.s.fr., verða ásettar í tænastulógini og at tað verður greitt, hvør hevur rætt til tænastuna og undir hvørjum treytum. Eisini mælir arbeiðsbólkurin til, at játtanin til stuðulstænasturnar verður hækkað soleiðis, at fleiri borgarar, sum hava tørv á tænastu fáa hesa eins og at tey, sum fáa stuðulstænastu, kunnu fáa ta tænastu tey metast hava tørv á. Sambært Almannaverkinum eru tað í løtuni 24 borgarar, sum standa á bíðilista til stuðulstænastu og leysliga mett er tørvur á áleið 7 mió.kr. fyri at nøkta verandi tørv. 5.5 BPA-skipan BPA er stytting av hugtakinum borgarastýrd persónlig atstøða. Hugsjónarliga endamálið við BPA er geva borgaranum ræði á egnum lívi og møguleika fyri at luttaka á jøvnum føti við aðrar borgarar. í praksis merkir hetta, at ein borgari, sum hevur tørv á stuðli, sjálvur virkar sum arbeiðsgevari og arbeiðsleiðari hjá teimum, sum veita tænastuna. í uppgávuni at vera arbeiðsgevari liggur setan av starvsfólki, umsiting av løn og øðrum starvsfólkaviðurskiftum. Arbeiðsleiðarauppgávan er at avgera, hvør skal røkja uppgávuna, hvussu stuðulin skal brúkast og at skipa arbeiðsætlan. Borgarin verður visiteraður til tænastuna útfrá eini tørvsmeting av, hvussu nógvum tímum hann hevur tørv á og um BPA verður mett at vera tann rætta skipanin til viðkomandi. Síðani fær borgarin eina fíggjarliga játtan svarandi til hetta, sum viðkomandi so sjálvur umsitur eftir nærri ásettum reglum. Innihaldið í eini BPA tænastu er ikki tað sama sum ein tænasta, sum krevur sosialpedagogiskan ella heilsufakligan serkunnleika. BPA stuðulin viðvirkar til, at borgarin, sum ber brek, fær framt tær praktisku uppgávurnar, sum viðkomandi sjálvur kundi framt, um hann ikki bar brek og at borgarin harvið kann virka á jøvnum føti við aðrar borgarar í samfelagslívinum sum heild. Starvsfólk, sum átaka sær BPA tænastu, eru ikki neyðturviliga námsfrøðingar ella heilsustarvsfólk, men eisini onnur, ið mugu metast at kunna røkja ítøkiliga tørvin hjá borgaranum. 5.5.1 BPA í okkara grannalondum Hini norðurlondini hava BPA skipanir, sum eru eitt sindur ymiskar. Skipanirnar eru byrjaðar við royndarverkætlanum, sum eru mentar yvir tíð. Samanumtikið hevur gongdin í londunum verið, at Danmark og Noregi hava sett størst krøv til borgararnar, meðan Svøríki hevur sett linari krøv. Við tíðini hevur Svøríki táttað regluverkið, tí skipanin vísti seg at blíva nógv dýrari enn væntað, meðan Danmark og serliga Noreg stigvíst hava víðkað skipanina soleiðis, at rætturin hjá borgaranum til skipanina er styrktur. 34 í Danmark eru krøv um, at borgarin skal kunna átaka sær arbeiðsleiðaraleiklutin fyri at fáa BPA. í Noreg og Svøríki kann borgarin lata kommunurnar hava arbeiðsgevaraleiklutin og kunnu eisini velja at lata avvarðandi, verjar ella onnur, sum borgarin sjálvur tilnevnir, hava leiklutin sum arbeiðsleiðari. í Noregi og Svøríki eru tað somuleiðis non-profit fyritøkur, sum borgarar sjálvir umsita, sum átaka sær arbeiðsgevara - og arbeiðsleiðaraleiklutin vegna borgaran. Royndirnar frá BPA-skipanunum í Norðurlondunum vísa yvirhøvur, at tilboðið er væl móttikið. Hjá myndugleikunum hevur tað verið og er framvegis ein avbjóðing at seta karmarnar fyri tænastuna, so sum at avgera, hvørji krøv skulu setast til borgaran, tryggja haldgott eftirlit og at hava tamarhald á útreiðslunum. 5.5.2 Ein føroysk BPA skipan í Føroyum hevur serliga áhugafelagsskapurin Javni í nógv ár víst á, at tørvur er á at seta eina BPA skipan á stovn í Føroyum, tí mett verður, at ein borgarastýrd stuðulstænasta stuðlar betri undir, at borgarin fær framt sín sjálvsavgerðarrætt enn tær stuðulstænastur, sum eru fyriskipaðar av Almannaverkinum. í 2014 varð avgerð tikin um at fara undir at royndarkoyra eina føroyska BPA skipan fyri at lýsa, hvussu BPA kann skipast í Føroyum. Almannaverkið stóð fyri verkætlanini, ið varð royndarkoyrd í tíðarskeiðnum september/oktobur 2014 til mars/apríl 2015 og vóru 11 borgarar við í verkætlanini. Avgjørt varð, at talan skuldi ikki vera um uppgávur, sum krevja heilsufakligar ella sernámsfrøðiligar førleikar. Borgarar, sum vóru við í verkætlanini, høvdu tørv á umfatandi umlætting, stuðli til hjáveru, persónligari røkt og praktiskari hjálp - so sum hjálp til matgerð og at halda hús og fylgjara. Almannaverkið valdi at varðveita arbeiðsgevaraleiklutin, tí royndir úr øðrum londum vísa, at tað er tungt hjá borgarum sjálvir at hava henda leiklut, meðan borgarin fekk arbeiðsleiðaraleiklutin og harvið møguleika fyri sjálvur at velja, hvør skuldi virka sum stuðul, hvussu tímarnir skuldu brúkast og nær stuðulstímarnir skuldu brúkast. Eftirmetingin av royndarverkætlanini vísir greitt, at teir borgarar, sum hava verið við í royndarverkætlanini meta, at teir hava havt ávirkan á, hvussu arbeiðið er skipað, hvat innihaldið skuldi vera og at tað í stóran mun hevur verið borgarin sjálvur, sum hevur sett út í kortið, hvat stuðulstímarnir skuldu brúkast til. Tískil ynskja borgararnir, at skipanin heldur áfram. Eftirmetingin vísir eisini, at tað eru nógv viðurskifti, sum skulu vera greið, um ein BPA skipan verður sett í verk. Fyri tað fyrsta er tað umráðandi, at støða verður tikin til, hvussu skipanin tryggjar, at tað veruliga er borgarin og ikki starvsfólk ella avvarðandi, sum stýra tænastuni. Starvsfólk, sum luttóku í verkætlanini vísa í eftirmetingini á, at tað ikki altíð er so einfalt og lætt at fáa borgaran sjálvan at greiða frá, hvørji ynski viðkomandi hevði. Harumframt er neyðugt at taka støðu til, hvussu og í hvønn 35 mun eftirlit kann fremjast við tænastuni. í hesum høpi kann nevnast, at tað hevur týdning, at borgarin sjálvur ger av, hvat tímarnir skulu nýtast til. 5.5.3 Avbjóðingar við einari føroyskari skipan Arbeiðsbólkurin hevur, við støði í BPA-skipanum í grannalondunum og royndarverkætlanini hjá Almannaverkinum, viðgjørt spurningin um, hvussu ein føroysk BPA skipan kann skipast í Føroyum. Arbeiðsbólkurin er samdur um, at BPA-skipan eigur at verða sett á stovn í Føroyum, og er tað serliga atlitið til frælsi hjá borgaranum til sjálvur at skipa sín gerandisdag við starvsfólki, sum viðkomandi sjálvur hevur valt, sum vigar tungt í tilmælinum. Limir í bólkinum eru tó ikki á einum máli um, hvørjar treytir skulu setast borgarum, ið fáa hesa tænastu, hvussu umfatandi leikluturin hjá borgaranum skal vera og hvørjar uppgávur kunnu loysast við eini BPA-skipan. Javni mælir til, at borgarar sum hava tørv á í minsta lagi 20 tímum um vikuna kunnu vera fevnd av BPA. Umboð fyri Almannaverkið mæla til eina smidliga skipan, har nakrir tímar kunnu skipast sum BPA, meðan aðrir verða skipaðir sum vanligur stuðul. MBF og Javni hava víst á, at allir borgarar skulu hava atgongd til hesa tænastu og at borgarin bæði skal virka sum arbeiðsgevari og arbeiðsleiðari, men at borgarin kann velja at lata uppgávurnar til avvarðandi ella møguligar non - profitfyritøkur, sum borgarar sjálvir reka eins og í grannalondunum. Føroyar eru eitt lítið land við fáum íbúgvum og harvið er eisini avmarkað, hvussu nógv fólk fara at fáa BPA. Tað kann vera torført at ímynda sær, at fyritøkur verða stovnaðar, sum hava til endamáls at átaka sær leiklutin sum arbeiðsgevari fyri borgarar, sum eru í eini BPA-skipan. Harumframt er eisini greitt, at hóast talan er um non-profit virksemi, har endamálið ikki er at vinna pening, so vil tað framvegis krevja umsitingarliga orku, sum borgarin sjálvur kemur at rinda. Onnur í arbeiðsbólkinum m.a. umboðini fyri Almannaverkið hava víst á, at tað er umráðandi, at borgarin og tá talan er um børn, foreldur ella verji, sjálvur er førur fyri at virka sum arbeiðsleiðari fyri at fáa BPA og at Almannaverkið í øllum førum eigur at hava arbeiðsgevaraleiklutin. Grundgevingin er, at tað er umráðandi, at tað er borgarin sjálvur ella foreldur, tá talan er um børn, sum stýra tænastuni fyri at tryggja, at sjálvsavgerðarrætturin veruliga verður framdur í verki heldur enn starvsfólk ella avvarðandi. í mun til týdningin av, at Almannaverkið varðveitir arbeiðsgevaraleiklutin verður m.a. víst á, at royndirnar frá eitt nú donsku BPA- skipanini vísa, at borgarar, sum fáa PBA tænastu meta, at arbeiðsgevaraleikluturin er sera tungur at fáast við. Tí lata serliga yngri borgarar lønarumsiting o.a. til kommunurnar ella onnur at taka sær av. Upplýsast kann, at fram til 2003 var persónligur stuðul eftir føroyskari almannalóggávu í stóran mun borgarastýrdur og harumframt var persónligur stuðul til børn skipaður sum ein lógarbundin játtan. Royndirnar av skipanini við persónligum stuðlum vóru misjavnar, og Landsgrannskoðanin gjørdi 36 eisini vart við, at lógarbundna stuðulstænastan til børn ikki var í tráð við játtanarskipan landsins, ið staðfestir, at lønarútreiðslur ikki kunnu veitast sum lógarbundin játtan. Verandi stuðulstænastur vórðu sostatt settar á stovn við tí fyri eyga at fáa meiri skynsaman rakstur, tryggja javna í tænastuni og tænastustøðinum. Mett varð somuleiðis, at ein almenn skipan betri tryggjaði fakliga støðið og rættindini hjá starvsfólkum. Ein onnur grundgeving fyri broytingunum var, at tað var trupult at fremja neyðuga eftirlitið, tá borgarin sjálvur í stóran mun stýrdi tænastuni.20 í mun til spurningin um, hvørjar uppgávur BPA stuðulstænasta skal loysa, er arbeiðsbólkurin samdur um, at tað hevur týdning, at tað er greitt ásett, hvørjar uppgávur krevja útbúgvið starvsfólk og hvørjar uppgávur avvarðandi ella leikfólk kunnu taka sær av. Føroya pedagogfelag hevur m.a. víst á, at fakligar metingar eiga at fylla meira enn bara ynskini hjá borgarunum, tá støða skal takast til um stuðulstænasta skal verða veitt sum BPA. Arbeiðsbólkurin er samdur um, at BPA eigur at fevna um fylgjarauppgávur og stuðulstímar/umlætting til foreldur, og skal ikki at fevna um røktaruppgávur, sum liggja uttan fyri tað, sum ein stuðul kann lærast upp til, ergo- og fysioterapi ella aðrar heilsufakligar seruppgávur ella sernámsfrøðiligar uppgávur, sum krevja sernámsfrøðiligar førleikar. Ein møguleiki er eisini, at verandi stuðulstænasta í størri mun kann skipast sum BPA heldur enn at ein BPA skipan verður sett á stovn. Um so er, at Stuðulstænastan letur upp fyri møguleikanum, at borgarin sjálvur kann velja sær sín stuðul, hvat stuðulin kann brúkast til og nær, eru stór stig tikin mótvegis eini BPA skipan, sum tekur hædd fyri, at Føroyar eru eitt lítið land við avmarkaðum ressursum, samstundis sum størri atlit verða tikin til, at borgarin sjálvur hevur ræði á tí tænastu viðkomandi hann fær. Ein loysn er, at farið verður hóvliga fram eins og í grannalondunum soleiðis, at farið verður undir at skipa eina BPA skipan, sum í fyrstu syftu leggur upp til, at borgarin sjálvur ella foreldur, tá talan er um børn, skulu kunna útføra arbeiðsleiðaraleiklutin og at Almannaverkið hevur arbeiðsgevaraleiklutin, men, at borgarin sjálvur avger, hvør verður settur í starv, hvussu tímarnar verður brúktir til og nær tímarnir verða brúktir. Síðani kann BPA skipanin mið- og stigvíst víðkast til eisini at fevna um borgarar, sum ikki sjálvir megna arbeiðsleiðaraleiklutin og støða kann takast til, um borgarin sjálvur ella avvarðandi ella onnur kunnu fáa arbeiðsgevaraleiklutin, tá skipanin er komin í eina fastari legu. Almannaverkið hevur leysliga mett, at tað eru áleið 18 - 25 borgarar í verandi skipan, sum kundu fingið tænastu sum Borgarastýrd Persónlig Atstøða. Ein varislig meting er, at BPA vildi kravt eina 20 Stuðulstænastan er skipað við løgtingslóg nr. 98 af 18. desember 2002 um broyting í lóg um almenna forsorg, og seinni broytt við løgtingslóg nr. 101 frá 23. november 2006 um broyting í lóg um almenna forsorg. 37 meirjáttan á góðar 400 t.kr. árliga tá er hædd tikin fyri, at verandi tímar hjá borgarum eru skipaðir til BPA. 5.5.4 Tilmæli Arbeiðsbólkurin mælir til, at ein BPA-skipan verður sett á stovn í Føroyum og at heimildin til, at veita hesa tænastu verður ásett í tænastulógini. Limir í bólkinum eru tó ikki samdir um, hvørjar treytir skulu setast borgarum, ið fáa hesa tænastu, hvussu umfatandi leikluturin hjá borgaranum skal vera og hvørjar uppgávur kunnu loysast við eini BPA skipan heldur stuðli. Ein møguleiki er, at fara hóvliga fram eins og grannalondini hava gjørt og byggja út skipanina í tráð við royndirnar, sum verða gjørdar. Skipanin verður í fyrstu syftu ætlað borgarum, sum sjálvir og tá talan er um børn, foreldur ella verjar kunnu útføra arbeiðsleiðaraleiklutin og meðan Almannaverkið hevur arbeiðsgevaraleiklutin. Borgarin avger sjálvur, hvør verður settur í starv, hvussu tímarnar verða brúktir og nær tímarnir verða brúktir. BPA eigur at fevna um fylgjarauppgávur og stuðulstímar/umlætting til foreldur, og skal ikki at fevna um røktaruppgávur, sum liggja uttan fyri tað, sum ein stuðul kann lærast upp til, ergo- og fysioterapi ella aðrar heilsufakligar seruppgávur ella sernámsfrøðiligar uppgávur, sum krevja sernámsfrøðiligar førleikar. Kostnaðurin er leysliga mettur til 400 t.kr. um árið, um hesin leisturin verður fylgdur. 5.6 Virknistænastur At hava eitt virkið og innihaldsríkt lív er eitt aðalmál hjá flestum okkara. Ein stórur partur av gerandisdegnum hjá borgarum verður í dag brúktur á arbeiðsmarknaðinum fyri at tryggja eitt inntøkugrundarlag, at hava okkurt at takast við og fyri at menna førleikar. Fólk, sum bera brek, hava eins og onnur tørv á og ynski um at luttaka á arbeiðsmarknaðinum og eru tað í dag ymiskar almennar stuðulsskipanir, sum gera tað møguligt hjá hesum borgarum at hava eitt so virkið arbeiðslív sum gjørligt. Skipanin við arbeiðsfremjandi tiltøkum hevur til endamáls at stuðla undir, at borgarin kann fóta sær á vanliga arbeiðsmarknaðinum og harvið at uppihalda sær sjálvum, meðan sokallaðar virknistænastur, sum eru skipaðar sambært §30 í forsorgarlógini, hava til endamáls at geva borgarum møguleika at varðveita ella betra um persónligar førleikar ella lívskor við at arbeiða. Virknistænastur eru við til at geva borgaranum kensluna av at megna nakað sjálvur og at hava ein leiklut og týdning í felagsskapinum. Virknistænastur fevna um vard verkstøð, verkhús og tilhaldsstøð og kunnu eisini skipast sum sjálvhjálparbólkar, ráðgeving og uppsøkjandi arbeiði. í løtuni veitir Almannaverkið borgarum virknistænastu, sum eru skipað sum ávikavist vard verkstøð, verkhús og tilhaldsstøð og eru hesi staðsett kring landið. Vardu verkstøðini hjá Almannaverkinum 38 hava framleiðslurættað arbeiðstilboð, meðan verkhúsini og tilhaldsstøðini hava meira mennandi og stimbrandi ítriv. Samanlagt eru 163 borgarar sum fá virknistilboð frá Almannaverkinum. Øll í hesum bólkinum eru 18 ár og eldri, og meginparturin eru borgarar við menningartarni. Samlaðu útreiðslurnar til virknistænasturnar hjá Almannaverkinum eru áleið 24 mió.kr. Borgari, ið fær virknistænastu, ið er skipað sum vart verkstað ella verkhús kann sambært kunngerð fáa løn ella samsýning, sum í minsta lagi er 5% av eini arbeiðsmannaløn. Viðmerkjast skal, at hesir borgarar fáa pensjón, sum kompenserar fyri vantandi arbeiðsførleikar. Almannaverkið er farið undir at endurskoða verandi skipan við løn ella samsýning, tí tað er ov tilvildarligt hvør fær løn og hvør, ið ikki fær løn. Lagt verður upp til at teir borgarar, ið eru fevndur av einum framleiðslurættaðum arbeiðstilboði verða løntir, meðan teir borgarar, ið hava eitt meira mennandi og stimbrandi tilboð, ikki verða løntir. Sjøtul er eisini settur á eina tilgongd, sum hevur til endamáls at fáa borgarar, sum fáa virknistænastu at luttaka á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Sambært Almannaverkinum hevur tað verið siðvenja, at tey sum hava fingið starv á einum verkstaði verða har restina av arbeiðslívinum. Hetta kann vera tað rætta fyri nøkur, men fyri fleiri er tað eitt ynski, og eisini ein møguleiki, at koma út á vanliga arbeiðsmarknaðin. Tí fór Almannaverkið í 2013 undir verkætlanina Eitt arbeiðslív í menning sum hevði til endamáls at seta ferð á og saman við arbeiðsgevarum, menna eina tilgongd, sum skal fáa fleiri út á vanliga arbeiðsmarknaðin undir skipaðum viðurskiftum. Luttakarar í verkætlanini vóru ung við menningartarni, sum fáa fyritíðarpensjón, og sum høvdu ynski og førleikar at fara út á vanliga arbeiðsmarknaðin. Royndirnar frá verkætlanini vísa, at føroyski arbeiðsmarknaðurin sum heild er rúmligur í mun til at bjóða fólki, sum bera brek luttøku á arbeiðsmarknaðinum men, at tað er alneyðugt við skipaðum viðurskiftum, sum stuðla bæði arbeiðsgevara og borgara. Tað er ikki nóg mikið, at arbeiðspláss vís vælvild við at taka ímóti einum borgara. Arbeiðsgevarin og hini starvsfólkini skulu vera sinnaði at átaka sær uppgávuna, tora at seta krøv til borgaran og megna at tillaga uppgávurnar til einstaka borgaran. Almannaverkið metir, at tað er umráðandi, at borgarin hevur ein kontaktpersón bæði frá verkstaðnum og á arbeiðsplássinum, sum í felag kunnu stuðla borgaranum og hvørjum øðrum. Sambært Almannaverkinum eru tað í løtuni 7 borgarar á bíðilista til virknistænastu og Almannaverkið metir leysliga, at tørvur á uml. 1,5 mió.kr fyri at nøkta tørvin og fyri at gera ávísar dagføringar av verandi virknistænastum. Umframt Almannaverkið veita eisini Sjóndepilin, Dugni og Fountainhúsið virknistænastur. 39 Sjóndepilin veitir borgarum, sum eru sjónveik ella blind, virknistænastur, sum eru skipaðar sum dagtilhald og verkstaður og eru tilboðini staðsett í Tórshavn, men eru landsfevnandi. Endamálið við dagtilhaldinum er at menna og stuðla sjónveikum og blindum sálarliga og sosialt soleiðis, at tey fáa sjálvvirði av innihaldsríkum virksemi. Verkstaðurin bjóðar borgarum sum eru blind ella sjónveik og hava lættari menningartarn arbeiði, handaligar og sosialt virksemi. Endamálið er geva borgarunum møguleika at hava ein mennandi og innihaldsríkan gerandisdag umframt at styrkja sjálvsálit og sjálvsvirði. Tað eru millum 30 og 40 borgarar, sum fáa virknistænastur frá Sjóndepilinum. Samlaða játtanin til Sjóndepilin er umleið 6,5 mió. kr. Dugni veitir borgarum í vinnuførum aldri, ið ikki megna at fáa ella varðveita eitt arbeiði á arbeiðsmarknaðinum endurbúgvingartilboð og arbeiðstilboð. Endurbúgvingartilboðini eru verkskúlin á Kambsdali og í Tórshavn og skúlin við áir. Borgarar, sum fáa endurbúgvingartilboð á Dugna eru í høvuðsheitum borgarar, sum hava rørslutarn ella lættari persónligar/sinnisligar/sosialar trupulleikar og er endamálið við tilboðunum at meta um og stuðla undir, at borgarin kann fáa tilknýti til vanliga arbeiðsmarknaðin, fáa tillagað starv ella koma undir útbúgving. Arbeiðstilboð eru verkstøð á Kambsdali og í Tórshavn fyri fyritíðarpensjónstar og ikki hava møguleika at koma á arbeiðsmarknaðin. Endamálið er at fáa hesi at arbeiða, geva teimum innihald í gerandisdagin og at fyribyrgja dapurskygni og einsemi. Tilboðini hjá Dugna eru ikki ætlaði fólki við menningartarni. Tað eru samanlagt áleið 80 borgarar í alt, sum fáa tænastu frá Dugna. Samlaða játtanin á fíggjarlógini til Dugna er 9,8 mió.kr. Dugni endurbúgving hevur eisini egið virksemi, sum verður fíggjað við inntøkum frá egnari sølu Fountainhúsið, ið varð sett á stovn í 2014, er eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk, sum hava sálarligar avbjóðingar. Talan er um ein sjálvbodnan felagsskap, sum er skipaður eftir einum altjóða leisti fyri Fountainhús. Fountainhúsið er staðsett í Tórshavn og verður virksemi í stóran mun stýrt av limunum, sum koma í Fountainhúsið. Fountainhúsið arbeiðir við endurmenning og recovery í huga og er málið, at borgarin skal kunna luttaka á arbeiðsmarknaðinum. Tað eru áleið 80 limir og av teimum 38 virknir limir. Virksemið verður stuðlað við 2 mió.kr. um árið frá landinum og restin verður fíggjað av sjálvsognarstovninum og við gávum, sjálvbodnum arbeiðið o.ø. 5.6.1 Tilmæli Arbeiðsbólkurin mælir til, at verandi virknistænastur verða varðveittar og styrktar soleiðis, at borgarar, sum bera brek, kunnu hava eitt virkið arbeiðslív. Mælt verður til, at verandi heimild til at veita virknistænastur verður ásett í tænastulógini og at tað verður greitt, hvør hevur rætt til virknistænastu og undir hvørjum treytum. Eisini metir arbeiðsbólkurin, at tað virksemið sum Sjóndepilin, Dugni og Fountainhúsið skipa, framhaldandi eigur at verða stuðlað og um neyðugt styrkt. Arbeiðsbólkurin metir harafturat at miðast skal eftir at so nógv sum gjørligt, ið ynskja og megna tað, kunnu luttaka á vanliga arbeiðsmarknaðinum undir skipaðum viðurskiftum. 40 5.7 Flutningstænasta Fyri at forða fyri sosialari avbyrging og slóða fyri, at borgarar sum bera brek kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur, er neyðugt, at borgarar hava møguleika fyri at fáa stuðul og hjálp til flyta seg til og frá heiminum bæði í sambandi við at fáa tænastur, men eisini fyri eitt nú at kunna vitja familju, vinir og í heila tikið at taka lut í sosialum og mentunarligum lívi. í Føroyum er ein almenn flutningsskipan, sum er ábyrgdarøkið hjá Samferðslumálaráðnum og hava ávísar kommunur eisini bussleiðir.Mælt verður til, at borgarin verður eggjaður og stuðlaður í at brúka almennu flutningsleiðirnar og at avvarðandi myndugleikar, sum hava ábyrgd av ymisku flutningsleiðunum slóða fyri, at atkomuviðurskiftini eru í lagi soleiðis, at so nógv sum gjørligt kunnu brúka tænastuna. ásannandi, at borgarar, sum bera brek, kunnu hava torført við at brúka almennu flutningsleiðirnar, er neyðugt við skipanum, ið sum stuðla undir, at hesi kunnu ferðast til og frá dagligum virksemi og luttaka í samfelagnum sum heild. Nógvar av teimum tænastum, sum Almannaverkið veitir, verða veittar í heiminum hjá borgaranum ella í einum vardum bústaði. Almannaverkið hevur í dag bilar, sum starvsfólk, sum skulu heim til borgaran, brúka eftir tørvi og flestu vardu bústaðirnir hava eisini bil, sum kann brúkast til at flyta borgaran við. Tó eru nakrar tænastur, sum verða skipaðar soleiðis, at borgarin skal ferðast til tænastuna. Nakrir borgarar megna sjálvir at ferðast antin í egnum bili, við almennu bussleiðini ella hevur viðkomandi familju ella onnur, sum kunnu hjálpa við flutningi. í summum føri verða hesir borgarar heintaðir og fluttir til tænastuna. Almannaverkið og áhugafelagsskapirnir hava víst á, at tørvur er á at fáa skipaði viðurskifti rundanum flutning soleiðis, at skipanin verður meira gjøgnumskygd, skynsom og at staðfest verður, hvørji rættindi borgarin hevur í mun til flutning í samband við, at tænastur verða veittar av Almannaverkinum og sum heild. Verandi skipan Verandi forsorgarlóg hevur ongar beinleiðis ásetingar um flutningstænastu, men kunnu foreldur sambært § 17 í forsorgarlógini fáa stuðul til flutningsútreiðslur, sum er ein meirútreiðsla, sum stendst av, at barnið skal til viðgerð, eftirlit ella frítíðarítriv o.a. Talan skal tá vera um meira flutning enn foreldur vanliga hava. Neyvari treytir fyri, hvussu stuðulin skal veitast eru ásettar í innanhýsis vegleiðing, ið sigur, at bíligasta/ráðiligasta loysnin skal nýtast í einstaka førinum, undir hesum almenn ferðsla. Koyra foreldrini sjálvi, kann stuðul veitast til meirútreiðslu, ið svarar til útreiðsluna til brennievni. 41 Harumframt kunnu borgarar sambært § 18 b og d fáa stuðul til flutningstól ella avlamisbil eftir nærri ásettum treytum. 5.7.1 Serflutningsskipan Landsins Serflutningsskipan landsins er ein flutningsskipan fyri fólk, ið bera brek, og sum hava tørv á serflutningi. Endamálið við skipanini er at veita flutningsmøguleika til fólk, ið bera brek og eru so tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól ella í avmarkaða tíð vegna sjúku ella skaða hava henda tørv. Skipanin, ið ikki fevnir um sjúkraflutning, veitir flutning yrkadagar millum kl. 9.00 og 16.00. Ein stýrisbólkur við umboðum fyri MBF, kommunurnar og Almannamálaráðið, sum landsstýrismaðurin í almannamálum setir eftir tilmæli frá pørtunum, hevur ábyrgdina av, at skipanin virkar eftir ætlan. Serflutningsskipan landsins verður bert skipað við reglugerð, og kommunur kunnu søkja um upptøku í skipanini. Borgarin, ið hevur tørv á serflutningi, skal søkja um loyvi frá kommununi at nýta skipanina. Tórshavnar -, Klaksvíkar -, Vestmanna - og Runavíkar kommunur eru fevndar av skipanini. Flutningur verður einans veittur innanfyri eitt øki, og ikki millum tey økini, ið eru fevnd av skipanini. Serflutningsskipanin verður fíggjað ávikavist av landskassanum og avvarðandi kommunu. Brúkararnir rinda 10 kr. pr. túr. Serflutningsskipanin varð upprunaliga sett á stovn av landsstýrinum í 1992. í byrjanini var talan um eina royndarskipan, sum virkaði í Tórshavnar kommunu. í 1995 samtykti landsstýrið at gera skipanina í Tórshavn varandi, og so við og við seta hana í gildi í restini av landinum. Talan hevur frá byrjan verið um eina skipan rættað móti fólki, ið bera brek, ið hava tørv á serflutningi. Nærri greitt frá sum einstaklingar, sum sita í koyristóli ella líknandi hjálpartóli, persónar sum grundað á likamligt ella sálarligt brek hava tørv á hjálp í avmarkað tíðarskeið, og persónar, sum vegna sjúku ella skaða hava tørv á hesi tænastu. Brúkaraskarin er í høvðsheitum fólk í øllum aldri við rørslutarni. í 2013 vóru 320 persónar, ið nýttu Serflutningsskipanina. Av hesum vóru 160 í Tórshavn. Skipanin hevur uml. 13.000 flutningar árliga og flestu túrar eru í Tórshavn, tí flest virknistænastur eru í Tórshavn. Arbeiðsbólkurin er samdur um, at verandi tænasta í mun til flutning ikki er nøktandi og neyðug stig eiga at verða tikin til tess at fáa skipaði viðurskifti um flutning. Eingin serstøk heimild ella skylda er ásett í lóggávu at veita flutning sum tænastu ella at veita fíggjarligan stuðul til flutning. 42 Serflutningsskipanin er ikki landsfevnandi. Kommunur kunnu velja at vera við í skipanini, men eru ikki álagdar nakra skyldu og tænastan verður ikki veitt út um einstøku økini. Borgarin hevur eingi lógarásett rættindi í mun til flutning. 5.7.2 Tilmæli Sambært grein 20 í Breksáttmálanum skulu limalondini taka munadygg stig til at tryggja persónligt flytføri við størst møguligum sjálvbjargni hjá fólki, ið bera brek, m.a. við at lætta um flytiførið hjá fólki, ið bera brek, á tann hátt og til ta tíð, tey ynskja og fyri rímiligan kostnað. Arbeiðsbólkurin er samdur um, at tørvur er á at fáa skipaði flutningsviðurskifti og mælir til, at heimild verður ásett í tænastulógini fyri at veita borgarum, sum bera brek og ikki eru førir fyri at koyra í egnum bili, ella nýta almenna ferðasambandið, flutningstænastu. Arbeiðsbólkurin mælir til, at heimild verður ásett í tænastulógini at veita fíggjarligan stuðul til einstaklingaflutning soleiðis, at borgarin hevur frælsi at vitja familju og vinir, luttaka í mentunarlívinum og gera persónlig ørindi. Harumframt mælir arbeiðsbólkurin til, at flutningur verður partur av tænastuni í samband við, at borgarin fær virknistænastu, dagtilboð ella líknandi dagliga tænastu uttanfyri heimið. Arbeiðsbólkurin hevur ikki viðgjørt nærri hvussu ein flutningstænastan best verður skipað í Føroyum. Mælt verður til, at tænastan verður so mikið smidlig, at hon tekur hædd fyri, at almenna ferðasambandið ikki er eins gott kring alt landið, og at avmarkingarnar hjá borgaranum kunnu vera sera ymiskar, alt eftir hvat brek talan er um, og hvør flutningstænasta verður veitt. Tað eru fleiri myndugleikar, sum veita ymiskar tænastur til somu borgarar og mælir arbeiðsbólkurin til, at hesir myndugleikar í felag fara undir at skipa soleiðis fyri, at borgarar sum bera brek kunnu ferðast á jøvnum føti við aðrar føroyingar. í hesum sambandi eigur at verða umrøtt, um Serflutningsskipan Landsins kundi verið ein landsfevnandi tænasta. 5.8 Tænastur til fólk, ið hava hoyribrek Samskifti er ein týðandi lutur í at vera menniskja, og er grundarlagið undir nærum allari sosialari samveru millum menniskju og fyri at liva og virka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Tað er torført at meta um, hvussu nógvir persónar í Føroyum hava hoyribrek. Mett verður, at tað eru uml. 20 virknir teknmálsbrúkarar í Føroyum, og Deyvafelagið hevur uml. 30-40 virknar limir. Øll hesi eru tó ikki deyv. Harumframt verður mett, at uml. 10% av fólkinum eru tunghoyrd. Ongar reglur eru í lóggávu um tulkatænastur til fólk, ið hava hoyribrek. í Danmark eru tulkatænastur til fólk, ið hava hoyribrek skipaðar sambært lov om tolkning til personer med hørehandicap. 43 Sambært geiraábyrgdini hava føroyskir myndugleikar, ið veita tænastur til borgarar, skyldu at tryggja og rinda fyri, at tænastan verður veitt øllum borgarunum, undir hesum fólki, ið hava hoyribrek. Sum dømi kann nevnast, at skúlaverkið rindar fyri tulkatænastu til næmingar, ið hava hoyribrek, Heilsutrygd rindar teknmálstulk í sambandi við læknaviðtalur og Kringvarpið rindar fyri at teknmálstulka tíðindasendingar. Teknmálstulkatænastan er ein sjálvstýrandi eind, ið veitir tulk í øllum sløgum av samskifti millum hoyrandi, tunghoyrd og deyv, og har almenn upplýsing og tiltøk fara fram. Teknmálstulkatænastan hevur fingið stuðul á fíggjarlógini síðan 1996. Harumframt hevur Teknmálstulkatænastan inntøkufíggjað virksemi, ið stavar frá øðrum myndugleikum, m.a. tulking av tíðindasendingum í KVF, tulking í skúlahøpi og frá heilsuverkinum. Bæði hoyrandi og deyv/hoyribrekað, einstaklingar, stovnar, feløg og onnur kunnu bíleggja tulk. Og tulkað verður m. a. til arbeiðsmarknaðin, samskifti við almennar myndugleikar, til almenn - og privat tiltøk. í 2015 varð tænastan víðkað til eisini at fevna um skrivitulking til fólk, ið hava hoyribrek, men sum ikki eru teknmálsbrúkarar.á Teknmálstulkatænastuni starvast 34 skrivstovufólk og 4 tulkar, av hesum er ein skrivitulkur. Umframt Teknmálstulkatænastuna veitir Deyvafelag Føroya ráðgeving, vegleiðing og hjásitarauppgávur til deyv, hoyriveik, ella CI-brúkarar, eins og ráð og vegleiðing til eitt nú familjuna, arbeiðsfelagar, arbeiðspláss, skúlar og dagstovnar. Virksemið hjá Deyvafelag Føroya fevnir harumframt um tiltøk fyri deyv, eitt nú skeið og upplýsandi tiltøk og at samskifta við almennar myndugleikar, stovnar og politikarar. Deyvafelagið fær stuðul til virksemið á fíggjarlógini. Upplýsast kann, at Teknmálstulkatænastan, Deyvafelagið, Felagið fyri hoyribrekað og Almannamálaráðið eru farin undir at lýsa tørvin og tænasturnar til fólk, ið hava hoyribrek og at meta um, hvussu økið kann skipast framyvir. 5.8.1 Tilmæli Arbeiðsbólkurin mælir til, at borgarin fær ávís lógartryggjaði rættindi til samskifti og møguliga ráðgeving og at virksemið hjá Teknmálstulkatænastuni verður skipað við lóg. 44 6. Bústaðaviðurskifti 6.1 Serlig bútilboð Sambært § 32e í forsorgarlógini kann landsstýrismaðurin skipa ella góðkenna serlig bútilboð til persónar við víttfevndum sosialum trupulleikum, sum ikki eru førir fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað. Tað almenna hevur ikki skipað serlig bútilboð, men veitir stuðul til virksemið. Stuðul verður veittur til Frelsunarherin og Bláa Kross. Frelsunarherurin hevur eitt herberg, har pláss er fyri 11 fastbúgvnadi búfólkum. Harumframt hevur Herbergið 4 náttarpláss. Blái Krossur hevur eitt forsorgarheim í Tórshavn við pláss fyri 8 mannfólkum. Tað er torført at gera ítøkiligar metingar av tørvinum á serligum bútilboðum, tí talan er ofta um borgarar, sum ikki eru førir fyri at søkja um bútilboð orsakað av sosialu støðuni, sum teir eru í. á fíggjarlógini eru 3,95 mió.kr. settar av til at serlig bútilboð og bæði Blái Krossur og Frelsurnarherurin, sum fáa 1,975 mió.kr. í stuðli í part, hava søkt um hægri játtan til at kunna veita fleiri tilboð. Landsnevndin hjá Bláa Krossi hevur m.a. tikið avgerð um, at Blái Krossur ikki ynskir rinda av egnum peningi, til tað, ið tey meta vera ein landsuppgáva. Blái Krossur hevur víst á, at tá ið álitið um støðuna hjá heimleysum varð gjørt og avtalað varð gjørd við Bláa Kross og Frelsunarherin um at fara i gongd, so varð tað heilt greitt avtalað, at peningurin til virksemi skuldi játtast av fíggjarlógini. Almannaverkið vísir á, at síðan heimildin at játta stuðul til serlig bútilboð til heimleys kom í gildi 1. januar 2008, eru lívskorini hjá hesum persónum bøtt munandi. Karmarnir, ið sjálvbodnu felagsskapirnir geva, eru góðir, og viðurskiftini eru blivin alt meira skipaði, men Almannaverkið vísir eisini á, at felagskapirnir geva til kennar, at játtanin á fíggjarlógini ikki er nøktandi. í viðmerkingunum til lógaruppskotið tá § 32e var sett í forsorgarlógina stendur: Arbeiðsbólkurin vísti eisini á, at við eini loysn sum hesari, har landið hevur yvirskipaðu ábyrgdina, koma ábyrgd, vald og gjald at fylgjast. Við tað, at landið hevur ábyrgdina av at veita persónum við víttfevndum sosialum trupulleikum, sum ikki eru førir fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað serlig bútilboð, mælir arbeiðsbólkurin til, at játtanin á fíggjarlógini er í samsvari við útreiðslurnar til økið, og vísir á, at tað megnar arbeiðið, ið sjálvbodnu felagsskapirnir gera á hesum øki, ikki má detta niðurfyri vegna vantandi fígging. 45 6.2 Bú- og viðgerðartilboð Bú- og viðgerðarstovnar og stovnslíknandi fyriskipanir eru skipaðir við heimild í § 27 í forsorgarlógini. § 27 fyriskipanir er at meta sum styttri fyriskipanir mótvegis eitt nú vardum bústøðum, ið er at meta sum meira varandi fyriskipanir. Endamálið við § 27 fyriskipanum er við viðgerð og stuðli at stuðla undir persónliga menning hjá borgarum, ið hava týðandi likamligt ella sálarligt virkistarn og borgarum, ið hava víðfevndar sosialar trupulleikar. Endamálið er at menna og uppbyggja sosialar førleikar, og at menna ein borgara fram ímóti í størst møguligan mun at klára seg sjálvan í egnum bústaði ella í vardum bústaði. § 27 fyriskipanir fevna um persónar yvir 18 ár, sum fyribils hava tørv á sosialpedagogiskum tilboði á bú- og viðgerðarstovni ella á stovnslíknandi fyriskipan. Bú- og viðgerðarstovnurin á Stoffalág er skipaður til ung fólk, sum hava sálarligar trupulleikar í so stóran mun, at tey krevja samdøgursviðgerð á einum bú- og viðgerðarstovni. í avtalu við Landssjúkrahúsið er ásett, at Almannaverkið veitir sosiapedaogisku viðgerðina, meðan Pyskiatriski depilin veitir psykiatriska viðgerð til hesi ungu, sum í stóran mun kann fara fram á stovninum. Samstarv er fingið í lag við Mentamálaráðið um skúlatilboð, ið eftir ætlan skal byrja í 2017. § 27 fevnir eisini um børn undir 18 ár, ið hava tørv á tilboði á bú- og viðgerðartilboði vegna týðandi sálarligt ella likamligt brek. Børn og ung, ið fáa tilboð á bú- og viðgerðarstovni sambært § 27 í forsorgarlógini, eru í høvuðsheitum ikki umsorganaryvirtikin sambært barnaverndarlógini,21 men hava eitthvørt brek ella ein tørv, ið ger, at teimum m.a. tørvar viðgerð, sosialpedagogiskan stuðul og/ella røkt. Tilboð sambært forsorgarlógini verður veitt í samráð við foreldramyndugleikan. Nýggi stovnurin á Argjum til børn, ið hava autismu er skipaður til børn í aldrinum 8-14 ár. Talan er um børn, ið hava so mikið stórar avbjóðingar, at umlætting ikki er nøktandi, men sum hava tørv á einum bú- og viðgerðartilboði. Almannaverkið veitir í løtuni 21 borgarum bú- og viðgerðartilboð her av eru 3 børn. Tað standa í løtuni 3 borgarar á bíðilista til bú- og viðgerðartilboð frá Almannaverkinum. Samlaði raksturin av verandi bú- og viðgerðartilboðum er uml. 12,5 mió.kr. Bú- og viðgerðartilboð ella stovnslíknandi fyriskipanir sambært § 27 kunnu skipast til heilt fáar borgarar, ella til fleiri. Við tað, at talan er um fyribils fyriskipanir, hevur Almannamálaráðið ikki sett somu krøv til fysisku karmarnar, sum sett verður til meira varandi bústaðir. Arbeiðsbólkurin mælir til, at borgarar í bú- og viðgerðarstovni, t.e. bæði børn og vaksin umframt egið kamar, eisini í størst møguligan mun fáa sítt egna baðirúm. 21 Barnaverndarstovnar eru ikki skipaðir sambært forsorgarlógini og eru tískil ikki partur av hesi frágreiðing hóast Almannaverkið veitur tilboðið 46 í tann mun, at tað almenna byggir nýtt til endamálið eigur hvørt búfólk at hava egið baðirúm. Arbeiðsbólkurin metir ikki, at hvør búeind neyðturviliga skal hava sín egna køk, í ávísum førum verður hetta beinleiðis frámælt, men børn hava størri tørv á felagshølum og at kenna seg sum part av einum felagsskapi enn vaksin fólk, arbeiðsbólkurin mælir tí til, at rúmd verður fyri felagshølum og hølum har foreldur altíð kunnu koma á vitjan og hava møguleika fyri at gera eina máltíð uttan at tað skal vera saman við restini av børnunum/starvsfólkunum. 6.3 Vardir bústaðir Nøktandi bústaðaviðurskifti eru ein av grundarsteinunum í einum vælferðarsamfelagi, og er ein fyritreyt fyri, at fólk kunnu støðast, mennast og hava eitt virðiligt og virkið lív. Tað er tí av alstórum týdningi, at fólk, sum bera brek hava nøktandi bústaðarkarmar, eitt nú í sjálvstøðugum bústaði ella í vardumbústaði,iðAlmannaverkiðveitir. BústaðatilboðinihjáAlmannaverkinumverðastovnsettvið heimild í í forsorgarlógini. Vardir bústaðir, ið eru meira varandi bútilboð verða skipaði við heimild í § 32 í forsorgarlógini og kunnu skipast sum búfelagsskapir, sambýli og røktarbústaðir. Henda skilgreining var lýst í viðmerkingunum, tá § 32 varð endurskoðað í 2014. Búfelagsskapireru sermerktirviðsamanbygdumellatættliggjandisjálvstøðugumíbúðumviðegnari inngongd og møguligum felagshøli. Hesir eru fyri fólk, sum eru væl fyri, men tó í ávísan mun hava tørv á, at starvsfólk er um tey um dagin. Vanliga er ongin náttarvakt í búfelagsskapi. Tveir nýggir búfelagsskapir eru bygdir seinastu árini og eru hesir eyðkendir við, at fólk hava sína egnu íbúð og at ein íbúð verður brúkt til starvsfólk og felagshølið hjá búfólkunum. Sambýli eru sermerkt við sjálvstøðugum íbúðum, felagshøli og felags virksemi. Hesi eru fyri fólk, sum hava tørv á nógvari hjálp frá starvsfólki. Hesi hava ofta tørv á at hava samband við eina náttarvakt. Flestu av bútilboðunum hjá Almannaverkinum eru skipaði sum sambýli eftir gomlu reglunum har ongin skilmarking var. Røktarbústaðir er fyri fólk, sum tørva nógvan stuðul og røkt frá starvsfólki. Hesi klára seg ikki uttan at starvsfólk er um tey alt samdøgrið. Almannaverkið hevur sum er, ikki nøktandi fysiskar karmar at hýsa fólkum, sum tørva nógvan stuðul og røkt frá starvsfólki. í løtuni eru 32 sambýli og 2 búfelagsskapur og er samlaðu rakstrarútreiðslurnar til hesi góðar 120 mió.kr. Av sambýlunum eru tað bert tey nýggju, ið hava sjálvstøðugar íbúðir. Bústaðirnir eru í høvuðsheitum býttir upp eftir breki, fysisku karmarnar mugu eisini taka hædd fyri førleikastøðinum og harvið tørvinum hjá borgarunum, og er hetta í samsvari við bústaðapolitikk landsins. 47 Høvuðsbólkarnir eru bústaðir til fólk við menningartarni, fólk við sálarsjúku, fólk við fjølbreki, fólk við autismu og fólk við seinheilaskaða. Fólk, sum hava sama brek, t.d. menningartarn, kunnu hava sera ymiskt førleikastøði. Summi hava brúk fyri meira hjálp frá starvsfólki enn onnur, og tí eru fleiri sløg av bústøðum alt eftir, hvussu nógv starvsfólkaorka er neyðug fyri at búfólkini fáa nøktað sín tørv. Fólk, sum bera brek, og sum ikki hava tørv á einum vardum bústaði kunnu eins og øll onnur søkja um íbúð frá Bústøðum. Umframt at standa á vanliga bíðilistanum hjá Bústøðum er eisini møguleiki fyri at koma á bíðilista hjá Almannaverkinum, ið kann tilluta 5. hvørja íbúð hjá Bústøðum, til fólk, ið hava ein bústaðarsosialan tørv. Við hesum fær borgari, ið ikki stendur frammalaga á bíðilistanum hjá Bústøðum betur møguleika fyri at fáa íbúð. Borgarar, ið fáa íbúð frá Bústøðum, uttan mun til um hesi fáa íbúðina umvegis vanliga bíðilistan hjá Bústøðum ella hesi fáa tillutað eina av hvørjum fimm íbúðum, ið Almannaverkið tillutar, kunnu søkja stuðulstænastu til heimabúgvandi frá Almannaverkinum. Talva 9) Tal av borgarum býtt eftir kyni og sløg av bústøðum22 í talvuni omanfyri er tal av borgarum, sum búgva fast á stovni í Føroyum, íroknað her er eisini sjálvsognarstovnar. Heitini, sum verða brúkt í talvuni fylgja gamla leistinum hjá Trivnaðartænastuni. Bú- og viðgerðarstovnur eru tey, sum hava fingið eitt § 27 tilboð. Talvan vísir, at 61,3 % eru mannfólk meðan 38,7% eru konufólk. Tey flestu búgva á sambýlum 77,6%. Talva 10) Tal av borgarum býtt eftir aldri og og sløg av bústøðum23 í talvuni sæst at meginparturin av borgarunum eru yvir 18 ár. Talva 11) Tal av borgarum býtt eftir málbólki og sløg av bústøðum24 22 Tøl frá 1.oktober 2016 23 Tøl frá 1.oktober 2016 24 Tøl frá 1.oktober 2016 Konufólk Mannfólk íalt Bú- og viðgerðarstovnur 9 12 21 Búfelagsskapur 4 10 14 Sambýli 76 119 195 íalt 89 141 230 Undir 18 ár 18 ár og eldri íalt Bú- og viðgerðarstovnur 3 18 21 Búfelagsskapur 14 14 Sambýli 2 193 195 íalt 5 225 230 Bú- og viðgerðar- stovnur skapur Búfelags- Sambýli íalt Autisma 10 28 38 Fjølbrek 10 10 48 Menningartarn 5 14 87 106 Sálarsjúk 6 59 65 Seinheilaskadd 6 6 Annað 5 5 íalt 21 14 195 230 Talvan omanfyri vísir, at samanlagt eru 230 bútilboð. Størsti parturin av hesum eru til fólk við menningartarni. Harnæst kemur bólkurin av fólki við sálarsjúku. 6.3.1 Atgongd til vardan bústað Tá ein borgari hevur tørv á einum búplássi frá myndugleika og søkir um bústað, er tað myndugleikin, ið útvegar bústaðin, sum í síðsta enda hevur avgerðarrætt í mun til hvønn bústað viðkomandi fær. Hetta merkir, at borgarin í slíkum førum ikki hevur fullan sjálvsavgerðarrætt í mun til bústaðarvalið, tí myndugleikin eisini skal taka atlit til tørvin hjá viðkomandi, sum skal standa mát við bústaðarkarmin, hini búfólkini, aðrar umsøkjarar, játtan o.s.fr. Tað er ein sannroynd, at í nógv ár hava fólk fingið bjóðað búpláss, tá eitt pláss er tøkt og í ein ávísan mun eru størri atlit tikin til bráðfeingistørvin hjá einum borgaran at fáa tak yvir høvdið og minni atlit tikin til ynskini hjá borgaranum, bústaðarkarmin og til búfólkasamansetingina á bústaðnum annars. Námsfrøðiliga eftirlitið hevur í 2014 átalað búfólkasamansetingina á summum sambýlum, tí ymiski tørvurin hjá búfólki kann gera tað torført hjá starvsfólkum at taka atlit til tørvin hjá hvørjum einstøkum búfólki. Verður útboðið av bústøðum størri og meira fjøltáttað, verður møguligt at hugsa stuðulstænastu á ein annan hátt enn í dag og kann hetta verða viðvirkandi til, at fólk sum bera brek í størri mun enn higartil kunnu velja sær bústað, hvar og saman við hvørjum tey vilja búgva, eins og lagt er upp til í § 19 a í breksáttmálanum. Við einum størri og meira fjøltáttaðum útboði hevur veitarin av bústøðum størri møguleika fyri at tilluta viðkomandi umsøkjara ein bústað, sum viðkomandi borgari ynskir, samstundis sum atlit kunnu takast til tørvin hjá borgaranum og búfólkasamansetingina annars. Tað vil altíð vera ein meting í, hvørjum einstøkum føri um, hvat atlit vigar tyngst. Tað hevur eisini týdning, at fólk sum ikki ynskja at búgva í vardum bústaði ella ikki hava tørv á einum vardum bústaði fáa aðrar bústaðir og so ta tænastu, sum viðkomandi hevur tørv á fyri at búgva í sjálvstøðugari íbúð. Sambært § 19 í breksáttmálanum skulu fólk sum bera brek ikki vera noydd at búgva í serligum bústøðum, um tey ikki ynskja tað. í mun til málið um endurmenning og menning, hevur tað týdning, at tænastan stendur mát við tørvin hjá borgaranum. Hetta merkir, at um so er, at tað fakliga verður mett, at ein borgari megnar at búgva í einum búfelagsskapi, so skal viðkomandi ikki hava pláss á einum sambýli, sum er ein meira umfatandi fyriskipan enn búfelagsskapurin. Tað kunnu eisini vera dømi um, at borgari, sum býr á sambýli, verður betri fyri og at tørvurin á tænastu tískil minkar. í slíkum føri eigur spurningurin um viðkomandi møguliga skuldi flutt bústað at verða umrøddur við borgaran og møguliga eisini tey avvarðandi. Tað kunnu eisini verða støður har 49 borgari býr í einum búfelagsskapi, men fær tørv á meira umfatandi fyriskipan, sum ger, at viðkomandi møguliga heldur skuldi búð á einum sambýli. Hinvegin eigur borgarin so vítt gjørligt at hava ávirkan á, hvar hann býr og saman við hvørjum. Hetta kann gerast við, at myndugleikin so vítt gjørligt gongur ynskinum hjá borgaranum á møti um, hvar í landinum viðkomandi skal búgva og í hvønn bústað, um so er, at bústaðarkarmurin kann rúma tørvinum hjá viðkomandi. Tá ein borgari flytur inn í ein vardan bústað, flytur viðkomandi eisini inn í heimið hjá øðrum og ein felagsskap, sum kann vera minni ella størri og meira ella minni umfatandi alt eftir, hvussu nógv fólk búgva har og um talan er um eitt sambýli ella ein búfelagsskap. Tí hevur tað týdning, at borgarin hóskar inn í felagsskapin og at báðir partar eru sinnaðir til, at verða ein felagsskapur, tá viðkomandi er fluttur inn. Myndugleikin hevur eisini hini búfólkini at taka atlit til og tí er tað umráðandi, at tey eisini hava møguleika at hava ávirkan á, hvør flytur inn í teirra heim. Tað hevur alstóran týdning, at ein borgari sum fær tillutað ein bústað framhaldandi fær møguleika til at vitja bústaðin og felagsskapin, sum er á bústaðnum, áðrenn endalig avgerð verður tikin um viðkomandi skal flyta inn. Hetta verður gjørt við, at borgarin fær møguleika at vitja á tí bústaði viðkomandi fær í boði, at borgarin drekkur kaffi saman við hinum búfólkunum og borgarin kann fáa eina royndartíð uppá t.d. 3 6 mðr. áðrenn endalig støða verður tikin til, um viðkomandi fær bjóðað búplássið og um viðkomandi tekur av tilboðnum. Hóast skipanin í dag og fíggjarkarmarnir eru soleiðis háttaðir, at ein borgari, sum hevur tørv á støðugari hjálp og hjáveru alt samdøgrið ikki kann krevja, at heimið verður gjørt um til ein stovn, um pláss er á einum vardum bústaði, so metir arbeiðsbólkurin, at tað er umráðandi, at teir nýggju bústaðirnir, ið verða útvegaðir, verða framtíðartryggjaðir og at skipanin annars áhaldandi flytir seg mótvegis størri frælsi og sjálvræði til einstaka borgaran. Arbeiðsbólkurin metir tað tó umráðandi, at skipanin ikki flytir seg so langt í hitt borðið, at borgarin missir frælsið at velja tí fyri seg bestu loysnina. 6.3.2 Føroyski bústaðamarknaðurin Breið semja er um, at tørvur er á einum meira fjøltáttaðum bústaðamarknaði soleiðis, at allir føroyingar kunnu hava nøktandi bústaðarviðurskifti. Bústaðamarknaðurin í Føroyum er fátáttaður og fevnir í høvuðsheitum um vanlig sethús, nakað av eigaraíbúðum og avmarkað tal av leigubústøðum.25 Ferð er sett á tilgongdina at útvega fleiri og meira fjøltáttaðir bústaðir. Føroyar hava fingið ein bústaðapolitikk við tí endamáli, at øll í Føroyum skulu búgva væl, undir nøktandi og skipaðum viðurskiftum, og at bústaðamarknaðurin verður inkluderandi soleiðis, at allir samfelagsbólkar búgva lið um lið. 25 Bústaðapolitikkur landsins. 50 Føroya Bústaðafelag (Bústaðir) er vorðið virkið aftur, og hevur fingið greiðari heimild til at fíggja, umsita og útvega bústaðir. 26 Bústaðaviðurskiftini hjá fólki, sum bera brek, hava eisini havt stórt fokus seinastu árini. í nógv ár hava áhugafeløg, borgarar og myndugleikar víst á trupulleikan við vantandi og ótíðarhóskandi bústaðatilboðum, sum ikki eru bygd til at hýsa fólki, sum bera brek. í Føroyum er bústaðamarknaðurin til fólk, sum bera brek eyðkendur við, at fólk húsast í vanligum sethúsum, sum ikki eru bygd til endamálið. Galdandi fyri nógv av hesum húsum er, at búfólkini búgva tætt saman, hava ofta hvør sítt lítla kamar og eru felags um køk, stovu, baðirúm og onnur felagshølir.[4] Námsfrøðiliga eftirlitið hevur í 2014 víst á, at verandi bústaðakarmar í nógvum førum eru óvirðiligar fyri borgaran og hevur mælt til, at finna onnur høli, sum taka atlit til sjálvsavgerðarrættin og rættarstøðuna hjá borgaranum. Løgtingsins Umboðsmaður hevur í fleiri førum víst á, at tað ikki er nøktandi, at fólk liva í gomlum niðurslitnum sethúsum, sum ikki eru bygd til endamálið, og sum ikki er viðlíkahildin í nógv ár. Ein støðulýsing, sum Almannaverkið og Landsverk hava gjørt av verandi bústøðum, vísir greitt, at nógvir bústaðir eru í so ringum standi, at teir ikki verða mettir egnaðir til virksemið. í Suðurstreymoy eru 9 sambýli til 57 fólk við menningartarni/fjølbreki í ringum standi og/ella eru als ikki egnaði til bústað.27 Síðani 2009 hevur Almannamálaráðið bygt 5 nýggj sambýli og búfelagsskapir, sum samanlagt geva bútilboð til 58 borgarar, sum bera brek. Eisini hevur Bústaðir bygt og útvegað 26 vardar bústaðir í samráð við Almannamálaráðið. Harumframt hevur Almannaverkið visiterað 10 borgarar til 5. hvørja leiguíbúð hjá Bústøðum. Men enn er langt á mál í mun til at nøkta tørvin á búplássum og í mun til at veita øllum ein nøktandi bústað. Bíðilistin vísir, at tað eru 100 fólk á bíðilista til vardan bústað, og sambært Almannaverkinum er tørvurin serliga stórur í Suðurstreymoy. Almannamálaráðið og Bústaðir hava m.a. avtalað, at byggjast skulu tveir búfelagsskapir við samanlagt 24 íbúðum í Suðurstreymi komandi árini. Samstundis er greitt sambært fíggjarlógini fyri 2017 umframt óbrúktari játtan frá 2016, at samlaði fíggjarkarmurin er áleið 59 mió. kr. Royndirnar sum gjørdar eru seinni árini vísa, at hvørt búpláss kostar 1,5 mió. kr. Leysliga mett fer tað, at kosta áleið 150 200 mió.kr. at nøkta tørvin á bústøðum. Tá er hædd ikki tikin fyri umbygging av verandi bústøðum og at betra um stovnsviðurskiftini hjá børnum og ungum, ið eru undir forsorg og barnavernd. 26 Higartil hevur bústaðir tillutað 111 íbúðir kring landið.27 Frágreiðing. Støðan viðvíkjandi bygningum í Trivnaðardeplinum lýsing og avleiðingar, juli 2015 s.2 51 í grannalondunum hevur sosialpolitikkurin í fleiri áratíggjur lagt upp til, at fólk, ið bera brek so vítt gjørligt skulu inkluderast á vanliga bústaðamarknaðin og skulu ikki búgva á stórum serstovnum. Seinnu árini hevur stórur dentur verður lagdur á týdningin av, at fólk, ið bera brek, búgva í sjálvstøðugum íbúðum sum verða bygdar í minni og størri eindum og eru meira ella minni samanhangandi. Hetta fyri at tryggja rættin til eitt privatlív á jøvnum føti við aðrar borgarar, og at borgarin kann liva eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt. 6.3.3 Tilmæli Arbeiðsbólkurin vil mæla til, at tilgongdin við at útvega fleiri vardir bústaðir heldur fram og verður styrkt soleiðis, at øll fáa ein hóskandi bústað og soleiðis, at hvør einstakur harvið eisini fær størri sjálvræði. Samstundis vil arbeiðsbólkurin vísa á týdningin av, at tað í størst møguligan mun verður bygt til endamálið heldur enn, at hildið verður áfram at leiga sethús, sum ikki eru bygd til endamálið. Tað er somuleiðis sera týdningarmikið, at bygt verður har tørvurin er størstur. í løtuni er tørvurin størstur í Suðurstreymi og sum gongdin í fólkatalinum er við, at alt fleiri føroyingar búseta seg í høvuðsstaðarøkinum, so er onki sum bendir á, at tørvurin fer at lækka komandi árini. Tískil verður mælt til, at bygdir verða út við 100 nýggir vardir bústaðir í Suðurstreymi komandi árini og, at tað síðani verður farið undir útbygging í Eysturoynni og Norðoyggjum, har tørvur eisini er á fleiri bústøðum. Verða vardir bústaðir bygdir í smærri økjum, eru sannlíkindi fyri, at borgarar úr øðrum økjum mugu flyta til tað økið, har ið bústaðirnir eru. Arbeiðsbólkurin mælir tí til, at hædd verður tikið fyri teimum borgarum, ið ikki ynskja at flyta til meginøkini ella, at flyta til onnur smærri øki, har teir ikki hava eitt tilknýti soleiðis, at skipanin kann taka hædd fyri alternativum møguleikum í smærru økjunum. í tráð við Bústaðapolitikk landsins um ein inkluderandi bústaðamarknað og §19 a í Breksáttmálanum um at fólk, ið bera brek, ikki skulu vera noydd at liva í serligum bústøðum, so mælir arbeiðsbólkurin til, at tilgongdin við, at Bústaðir útvegar vardar íbúðir til fólk, ið bera brek, heldur fram og verður styrkt. Samstundis hevur tað týdning, at Almannamálaráðið heldur áfram við at byggja til fólk, sum hava tørv á sosialpedagogiskum stuðli, felags virksemi og felagsskapi út yvir vanligt grannalag umframt røkt og viðgerð. Arbeiðsbólkurin mælir eisini staðiliga til, at endurnýggjan og viðlíkahald av verandi og nýggjum bústøðum verður raðfest. 6.4 Fjøltáttaðir bústaðir í sambandi við tilgongdina at útvega fleiri vardar bústaðir hevur eitt ávíst kjak verið í Føroyum um, hvat tað vil siga, at ein bústaður er nøktandi fyri fólk, sum bera brek. Ymiskar meiningar eru um, hvussu stórar íbúðirnar eiga at vera og hvussu nógv fólk kunnu búgva saman. Umframt týdningin av, at bústaðir framhaldandi verða bygdir til endamálið, so metir arbeiðsbólkurin eisini, at tað hevur 52 stóran týdning, at teir bústaðir, ið verða bygdir, gerast meira fjøltáttaðir, atkomuligir og í størst møguligan mun fáa eitt algilt snið soleiðis, at bústaðurin kann bera øll lívsskeið hjá borgarum. Fólk, sum bera brek eru ymisk, hava ymiskan tørv og ymisk ynskir eisini í mun til bústaðir og so er eisini hjá borgarunum, ið fáa bútilboð frá Almannaverkinum. Sum talvan vísir, er talan um fólk við fjølbreki, menningartarni, autismu, seinheilaskaða og sálarsjúku í øllum aldri. Onkur borgari trívist best í einum kamari, meðan aðrir hava tørv á stórum íbúðum. Nakrir borgarar ynskja og hava gott av at vera saman við nógvum fólki, meðan onnur hava tað best við at vera einsamøll. Hetta fjølbroytni eigur bústaðamarknaðurin at kunna bjóða. Samstundis gera hesi viðurskifti tað torført greitt at áseta, hvat ein nøktandi bústaður er fyri allar borgarar. Umframt at tørvur á fleiri vardum bústøðum, er tørvur eisini á fleiri sløgum av bútilboðum, sum eru meira lagaði til tørvin hjá tí einstaka borgaranum. Málið skal vera, at øll, sum fáa tillutað ein varandi bústað framyvir, skulu hava eina sjálvstøðuga íbúð við egnum kamari, baðirúmi, køk, stovu og goymslurúmi, og at bústaðirnir verða skipaði sum sambýli, búfelagsskapir og røktarbústaðir. Tað kunnu tó vera borgarar, har tað kann vera beinleiðis vandamikið fyri teir at hava elektriskan útbúnað í egnari íbúð, og í nøkrum førum kunnu eisini atlit til reinføri o.t. tala ímóti, at viðkomandi hevur egnan køk. Tað kann somuleiðis setast spurnartekin við, hvussu bústaðirnir verða innrættaðir. Tá talan er um fólk, sum eru sera røktarkrevjandi er tørvurin á at hava ein køk við fullari útgerð kanska ikki eins stórur, sum hjá borgarum, sum eru ferm nokk til at gera mat sjálvi. Arbeiðsbólkurin mælir tó til, at allir bústaðir verða útvegaðir við møguleika fyri fullum køki t.e., at pláss og installatiónir verða gjørdar til alla útgerð. í tann mun trygdaratlit tala ímóti at hava køk við fullari útgerð, kann hesin heilt ella lutvíst setast upp ella takast niður. Harumframt er tað ein sannroynd, at eisini fólk, sum bera brek, liva longri í dag enn áður og setir hetta eisini onnur krøv til bústaðin. Almannaverkið hevur í dag eldri fólk, sum bera brek sum búgva í vanligum sethúsum og hevur Almannaverkið gjørt vart við, at henda støða ikki er nøktandi. Tá persónar sum hava verið fult mobilir gerast røktarkrevjandi og hava ilt við at flyta seg uttan koyristól o.a.so broytast krøvini til bústaðin eisini. Borgarar, sum hava fingið bústaðartilboð á nýggju sambýlunum og búfelagsskapunum, sum bygd eru seinastu árini í Føroyum, hava fingið íbúðir við egnari inngongd, baðiverilsi og køk/stovu og hava somuleiðis atgongd til felagshøli í ymiskum vavi alt eftir tørvinum hjá borgarunum. 6.4.1 Tilmæli Arbeiðsbólkurin mælir til, at varandi bústaðir verða útvegaðir soleiðis, at fólk, ið bera brek fáa høvi at velja ímillum fleiri sløg av bústøðum, og hava møguleika fyri at flyta bústað, eins og onnur. Arbeiðsbólkurin mælir til, at borgarar fáa høvi at velja ímillum sjálvstøðugar bústaðir so sum vanligar íbúðir og búfelagsskapir, og meira kollektivar bústaðir so sum sambýli og røktarbústaðir. 53 Arbeiðsbólkurin mælir til, at vardir bústaðir eru á hædd við vanligar bústaðir og vísir á, at fólk, ið bera brek, hava sama tørv og onnur. Tað er serstakliga umráðandi at fólk, ið bera brek hava pláss at fáa vitjan av næstringum o.ø. eins og borgarin skal hava møguleikan at gera mat í egnari íbúð. Tískil mælir arbeiðsbólkurin til, at vardar íbúðir hava køk, stovu, baðirúm og kamar. Harumframt hava fólk, ið bera brek eisini tørv á goymslurúmi, eins og onnur. í tann mun vardir bústaðir hava felagshøli eigur hetta at vera afturat privata rúminum hjá borgaranum, og skal privata rúm borgarans ikki skerjast. Arbeiðsbólkurin er ikki á einum máli um vardir bústaðir skulu hava felagshøli. Tað, sum talar ímóti felagshølum er, at tænastan í staðin fyri at taka støði í hvørjum einstøkum borgara, verður veitt úti í felagshølinum, og at borgarar við hesum í ov stóran mun noyðast at tillaga seg hvørjum øðrum. At veita felags tænastu er bíligari enn at veita ein til ein tænastu. Tað sum talar fyri felagshølum er, at fólk, ið bera brek eru eins ymisk og onnur, men um hesi bert skulu búgva í sjálvstøðugum íbúðum uttan felagshøli, so er vandi fyri isolatión og einsemi. Alt eftir brekinum, kann tað vera ein avbjóðing fysiskt at flyta seg ímillum íbúðir, eins og tað kann vera ein avbjóðing at skapa samband við onnur soleiðis, og á ein hátt, at sosiali tørvurin verður nøktaður. Arbeiðsbólkurin er tí samdur um, at ávísir persónar, ið bera brek, kunnu hava gleði og tørv á felagshølum, men at tað er umráðandi, at felagshøli ikki verða nýtt sum karmur um felags tænastu, og at tænastan til einstaka borgaran harvið ikki tekur støði í ynski og tørvi hjá viðkomandi. Arbeiðsbólkurin er ikki samdur um fermetratal á vardu bústøðunum skal setast á. Javni mælir til, at hvør borgari í minsta lagi skal fáa eina íbúð á í minsta lagi 55-60 fermetrar umframt felagshølini. MBF vísir á, at 35 fermetrar til privata nýtslu er ov lítið, og mælir til, at hvør borgari í minsta lagi fær 55-60 fermetrar til privata nýtslu. í Noreg verður lagt upp til, at hvør borgari fær eina íbúð á 40-50 fermetrar, tá talan er um sambýli og í minsta lagi 55 fermetrar, tá talan er um sjálvstøðuga íbúð. Arbeiðsbólkurin mælir til, at allir vardir bústaðir verða bygdir í algildum sniði. Arbeiðsbólkurin metir eisini, at allir almennir leigubústaðir eiga at verða bygdir í algildum sniði soleiðis, at bústaðirnir kunnu rúma øllum lívsskeiðum hjá borgarum. Við hesum fáa borgarar, ið bera brek javnbjóðismøguleikaratbúgvaíeinumalmennumleigubústaði,ogverðaikkifysiskukarmarnir ein forðing fyri, um ein borgari kann fáa tillutað ein almennan leigubústað. Heldur ikki vera fysisku karmarnir forðing fyri, at persónar, ið bera brek kunnu vitja grannar ella onnur, ið búgva í einum almennum leigubústaði. Harumframt vilja bústaðir í algildum sniði taka hædd fyri, at borgarar á ellisárum sum longst kunnu búgva í egnum heimi. 54 Arbeiðsbólkurin metir, at hesi viðurskifti eiga at verða ásett í Bústaðapolitikki landsins, eins og aðrir myndugleikar, ið útvega bústaðir, taka hædd fyri hesum. Arbeiðsbólkurin mælir tí til, at almennu Føroyar hava neyvar ásetingar um, hvat tað merkir at byggja í algildum sniði, og at mannagongdir verða settar í verk hjá almennum byggiharrum, ið tryggjar, at almennir bústaðir verða gjørdir í algildum sniði, og at algilda sniði sæst aftur bæði innandura í mun til t.d. koyristólspláss í øllum rúmum og lyftum, og uttandura í mun til rampur, álegging av flísum o.a. Royndirnar uttanlands vísa, at tað er dýrari at fáa ein verandi bygning at lúka krøvini um algilt snið, heldur enn at byggja algilt frá byrjan. 6.5 Vardi bústaðurin er eitt heim Ein vardur bústaður er nógv meira enn ein bygningur. Ein vardur bústaður er eitt heim fyri einstaka borgaran, sum býr har, samstundis sum bústaðurin er eitt arbeiðspláss fyri nøkur starvsfólk, og ein fyrisitingarlig eind hjá einum myndugleika. Hetta setir stór og ofta øvugt krøv til skipanina, sum bæði skal taka atlit til rættindi hjá borgarunum til eitt heim og skylduna mótvegis starvsfólkunum, sum arbeiða í heiminum. Harafturat skal skipanin eisini taka atlit til, at heimini skulu rekast so skynsamt sum gjørligt. í einum heimi eigur møguleiki at vera fyri t.d. at gera mat og gera reint, eins og tað er hjá flest øðrum fólkum. Um tað ikki er egin køkur til allar íbúðir, so eigur ein vardur bústaður at hava ein felags køk. Tað hevur stóran týdning, at búfólk liva so vanliga sum til ber, og eru við í matgerð, reingerð o.ø. Felags fyri búfólk á vardum bústaði er, at tey øll, í størri ella minni mun, hava tørv á at fáa hjálp, stuðul ella røkt frá starvsfólki. Hetta merkir, at tey meira ella minni eru bundin av hjálp frá starvsfólki fyri at kunna búleikast í egnari íbúð, og at teirra gerandisdagur í størri ella minni mun kann verða stýrdur av arbeiðsætlanum og rutinum hjá starvsfólkunum, ið kann viðvirka til, at privatlívið hjá tí einstaka verður sera avmarkað. Tilvitanin um júst hetta er sera týdningarmikil, og at búfólk, starvsfólk, avvarðandi og myndugleikar fyrst og fremst síggja varda bústaðin sum heimið hjá einstaka borgaranum, heldur enn arbeiðsplássið hjá starvsfólki. Sum búfólk í einum vardum bústaði er borgarin eisini partur av einum felagsskapi, sum heldur til í felagshølum, ið eisini kann ávirka sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka. Tað er tí týdningarmikið, at tað verður arbeitt tilvitað við at skapa karmar fyri, at felagsskapurin kann virka. Eitt nú eiga búfólk so vítt gjørligt at taka avgerðir í felag um innrætting av felagshølum, tá tað snýr seg um innbúgv, myndir, málningar o.a. Ofta flyta búfólk inn í eitt nýtt sambýli har felagshølini stórt sæð eru innrættaði og har veggir longu eru prýddir m.a. við list. Umhugsast kann um t.d. tey búfólk, sum skulu búgva í teim nýggju vardu bústøðunum eiga at hava møguleika fyri at vera við í tilgongdini tá felagshølir o.a. skulu innrættast, og at tey búfólk, sum hava tørv á hjálp til at koma við sínari hugsan, fáa hesa hjálp soleiðis, at tað eisini verður teirra heim og ikki einans ein bygningur. 55 á nógvum sambýlum eru sokallaðar húsreglur, sum áseta karmar fyri felagsskapin og eigur dentur at verða lagdur á, at tey búfólk, sum eru fevnd av húsreglunum so vítt gjørligt eru við til at orða hesar saman við starvsfólkunum. 6.5.1 Tilmæli Arbeiðsbólkurin mælir til, at neyðug átøk verða sett í verk, ið stuðla undir, at vardu bústaðir í størri mun verða eitt heim fyri borgaran. 6.6 Tænastan í vardu bústøðunum. Vardi bústaðurin er fyrst og fremst heimið hjá einstaka borgaranum, og er tænastan í varda bústaðnum ymiskt løgd til rættis eftir, hvat endamálið við tænastuni er og hvussu stóran tørv á hjálp og stuðli viðkomandi búfólk hava í mun til at náa endamálinum. Allir borgarar, sum búgva í vardum bústaði hjá Almannaverkinum hava eina virkisætlan, sum ásetur endamálið við tænastuni. Búfólkini eru sera ymisk og kann talan vera um bæði menning og at varðveita førleikar. Tænastan tekur støði í tørvinum hjá einstaka borgaranum, og verður tillagað til viðkomandi. Endamálið er, at borgarin gerst so sjálvbjargin sum til ber, og fær møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Dentur verður lagdur á relatiónir, ávirkan og ábyrgd í egnum lívi. Borgarin verður tikin við í avgerðir eftir førimuni. Tó kemst ikki uttan um, at sum umstøðurnar eru nú í gomlu sambýlunum, ið eru smá og ótíðarhóskandi, eru møguleikarnir at veita eina tænastu, sum í størri mun tekur atlit til einstaklingin, avmarkaðar av teimum atlitum, sum vanliga skulu takast til hini búfólkini, starvsfólkaorku og starvsfólkanormering í sambýlinum. Fakfeløg og áhugafelagsskapir hava í fleiri førum víst á, at tað eru ov fá starvsfólk at taka sær av búfólkum í vardu bústøðunum og hava skotið upp, at starvsfólkanormering verður ásett við lóg. Almannaverkið ásetir starvsfólkatalið eftir tørvi hjá búfólki. í summum førum kann talan vera um, at búfólki hevur tørv á, at tvey starvsfólk eru um viðkomandi samstundis í nøkrum støðum, og tað verður atlit tikin til, tá starvsfólkanormeringin skal ásetast. Hinvegin verður eisini tikið atlit til, hvat búfólkini kunnu sjálvi, og tá verður starvsfólkanormeringin ásett eftir, at talan hvørki verður um yvir ella undir kompensatión. Alt eftir, hvørji búfólkini eru, verða atlit tikin til, um neyðugt er við náttarvakt ella um búfólkini eru so væl fyri, at náttarvakt ikki er neyðugt. Sostatt er starvsfólkanormeringin sett eftir, hvønn tørv búfólkini í ávísa bústaðnum hava. Er tað av ein hvørjari orsøk í eitt tíðarskeið neyðugt at seta starvsfólkaorkuna upp, verður tað gjørt. Tað er sera umráðandi, at starvsfólkatalið stendur mát við tørvin hjá borgarunum í einum bústaði samstundis sum farið verður undir at skipa tænastuna í bústøðunum við endurmenning og menning í huga. í grannalondunum eru vardi bústaðurin og tænastan í størri mun atskild soleiðis, at ein 56 grundtænasta er ásett sum partur av bústaðnum og at tað harafturat við støði í førleikum og tørvi hjá borgaranum verður tillutað eitt ávíst tímatal, sum er málrættað til einstaka borgaran. Almannaverkið hevur í 2014 havt royndarverkætlan við BPA skipað sum fylgjaratímar til búfólk í sambýli. í royndarverkætlanini kom fram, at hóast tað altíð verður roynt at taka atlit til hvønn einstakan, var í ávísan mun talan um eina kollektiva tænastu til allan bólkin av búfólki í sambýlinum. Eisini kom fram, at búfólkini vóru óvon við at skula velja nakað bert fyri seg, men at tey vóru glað fyri møguleikan og gjørdu nógv burturúr, at tað vóru tey sjálvi, sum gjørdu av. í royndarverkætlanini vóru BPA-fylgjaratímarnir lagdir uttan um starvsfólkanormeringina sum gjørdi, at atlit ikki skuldi takast til restina av búfólkunum. Tað stóð sostatt tí einstaka frítt at velja, hvussu tey ynsktu at brúka tímarnar. í royndartíðini fingu øll búfólkini tillutaðar 2 tímar um vikuna, onkur valdi at sláa tað saman til 4 tímar aðru hvørja viku. 6.6.1 Tilmæli Arbeiðsbólkurin er samdur um, at stig eiga at verða tikin til, at tænastan í vardu bústøðunum verður meira málrættað einstaka borgaranum soleiðis, at borgarin kann fáa eitt meira sjálvstøðugt lív óheft av sambúgvunum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at geva øllum borgarum, sum fáa vardan bústað frá Almannaverkinum møguleika at fáa fylgjara soleiðis, at borgarin kann fáa eitt meira sjálvstøðugt lív óheft av hinum búfólkunum. Tímarnir eiga ikki at vera tengdir at arbeiðsætlanini í sambýlinum, tí tað kann avmarka møguleikarnar hjá borgarunum. Hetta hevði verið í samsvari við hugsjónina um sjálvsavgerðarrætt, ávirkan á egið lív og minsta inntriv eisini til borgarar, sum hava tørv á at búgva í vardum bústøðum. Almannaverkið hevur leysliga mett, at ein fylgjaraskipan fyri verandi búfólk í vardum bústøðum kostar áleið 5,7 mió.kr. um hvørt búfólk fær 2 tímar um vikuna. Harafturat mælir arbeiðsbólkurin til, at farið verður undir eina miðvísa tilgongd við skilja millum tænastuna og bústaðin soleiðis, at tað verður ásett ein grundtænasta sum er knýtt at einstaka bústaðnum og at tað harafturat við støði í førleikum og tørvi hjá borgaranum verður tillutað eitt ávíst tímatal, sum er meira málrættað einstaka borgaranum. á henda hátt kann tænasta gerast meira málrættað í mun til tørvin hjá einstaka borgaranum. Samstundis kann ein slík tørvsmeting síggjast sum eitt gott amboð hjá myndugleikanum at áseta játtanina, tænastustøðið og starvsfólkorkuna eftir heldur enn at áseta starvsfólkanormering í lóggávu. Tað er ikki heilt einfalt at fara undir at skilja millum bústað og tænastu, tí tað krevur, at hvør bústaður ásetir grundtænastuna, sum staðið veitir og harafturat skal, hvør einstakur borgari tørvsmetast fyri at staðfesta, hvørja einstaklingatænastu viðkomandi hevur tørv á. Arbeiðsbólkurin mælir til fylgjandi leist. 57 Nýggir bústaðir So hvørt nýggir bústaðir verða útvegaðir verður lýsing gjørd av, hvør grundtænasta er á staðnum. Fyri hvørt búfólk verður tað í virkisætlanini lýst, hvørja einstaklingatænastu búfólki fær afturat grundtænastuni. Verandi bústaðir Innan 5 ár skulu verandi bústaðir hava tilskilað, hvør grundtænasta verður veitt og fyri hvørt búfólk skal ein tørvsmeting verða gjørd og ásett skal vera í eina virkisætlan, hvørja einstaklingatænastu viðkomandi hevur tørv á. 7. Tvingsil og onnur inntriv Sum meginregla er ongantíð loyvt hjá starvsfólki at nýta tvingsil og vald í sambandi við stuðulsveiting og umsorgan av borgarum. Allir borgarar hava rætt at taka avgerðir um egið lív og virki eins og rætt til at takka nei til tilboð um hjálp og stuðul. Rætturin er eitt nú staðfestur í Evropiska Mannarættindasáttmálanum og Breksáttmálanum. Rætturin er galdandi uttan mun til um borgarin er førur fyri at geva samtykki ella ei. Lógarheimildin fyri at nýta tvingsil og onnur inntriv er at finna í forsorgarlógini og kunngerð nr.1 frá 2005 um valdsnýtslu á stovnum fyri fólk við víttfevnandi likamligum ella sálarligum brekum. Haraftrat eru ásetingar í kunngerð innan barnaverndarøkið. Ongar ásetingar eru fyri stuðulsvirksemi, t.d. viðvíkjandi borgarum, ið fáa stuðulstænastu. Løgtingsins umboðsmaður finst í frágreiðing at heimildargrundarlagnum fyri tvingsilsinntrivum í lógini og kunngerðini. M.a. finst umboðsmaðurin at, at heimild ikki er fyri at nýta ávaringarskipanir og at ongar reglur eru fyri fráboðan av tvingsli og skjalfesting hesum viðvíkjandi. Líknandi sjónarmið sæst eisini í demensálitinum frá 2012. Uttan greiða lógarheimild er ongantíð loyvt hjá starvsfólki at nýta tvingsil í sambandi við stuðulstænastur, røkt og umsorgan av borgarum. Tó kunnu støður koma har hesin sjálvræðisrættur eigur at avmarkast. Hetta eru støður har eitt nú vandin fyri umsorganarsviki merkir, at serlig átøk mugu setast í verk mótvegis einstaka borgaranum. Eisini kann hetta vera støður, har beinleiðis vandi er fyri heilsu og lívi hjá viðkomandi borgara ella øðrum í hansara nærumhvørvi, ella støður har atlit mugu takast til tignina hjá tí einstaka borgaranum. Dømi um slíka støðu kann vera um ein borgari við skerdum fatanarligum førleika fer frá bústaði sínum á hávetri í ongum klæðum og harvið setur heilsuna hjá sær í vanda. Annað dømi er um borgara 58 við álvarsligum menningartarni, ið vegna støðu sína hevur ein harðligan atburð og er til vanda fyri seg sjálvan og onnur. Tvingsil sum hugtak spennir víða og verður ofta sett í samband við likamliga valdsnýtslu. Hóast likamlig valdsnýtsla er ein partur av nýttu tvingsilsinntrivunum, finnast eisini onnur inntriv í sjálvræðisrættin, ið verða mett sum tvingsil. Dømi um hettar er, um borgari fær GPS ávaringarskipan setta á seg uttan at hava givið samtykki. Annað dømi er um borgari av onkrari orsøk verður álagdur at flyta úr heimi sínum. Starvsfólk mugu ongantíð seta tvingsilsinntriv í verk uttan so, at greið lógarheimild finst. Ei heldur mugu tvingsilsinntriv setast í verk í staðin fyri umsorgan, røkt og sosialnámsfrøðiligan stuðul. í tráð við meginregluna um minstainntriv má tvingsil einans nýtast sum seinasti útvegur, tá aðrir hættir roynast úrslitaleysir. Ofta kann tað kennast trupult hjá starvsfólki at meta um eitt inntriv í roynd og veru er ein avmarking av sjálvræðisrættinum hjá borgaranum ella um inntrivið heldur er ein natúrligur liður í umsorgarnarskylduni hjá starvsfólkinum. Tískil er fyrst og fremst neyðugt at greið lógarheimild finst, og at bæði starvsfólk, borgari og avvarðandi verða vegleidd og upplýst um síni rættindi og skyldur í mun til tvingsil. Hóast heimildargrundarlagið fyri tvingsli er fyri atfinningum, hevur Almannaverkið sett fokus á tvingsil og m.a. hert krøvini til fráboðan. M.a verða allar fráboðanir journaliseraðar og nýttar í fyribyrgjandi arbeiðinum hjá Almannaverkinum. Greiðar mannagongdir eru verksettar í samband við støður har tvingsilsinntriv eru neyðug, t.d. tilburðir um harðskap og regluligir kunnandi fundir eru skipaðir við starvsfólk, har m.a. greitt verður frá um tvingsil og undir hvørjum treytum tvingsilsinntriv kunnu setast í verk í mun til harðskaparstøður og aðrar átrokandi støður. Haraftrat hevur Almannaverkið skipað fyri viðkomandi skeiðum í mun til harðskap og tvingsil í samstarvi við Socialudviklingscenter SUS í Danmark. Skeiðini hava sum endamál at minka um harðskaparstøður og økja um borgaraviðvirkanina. Ein verkætlan, ið er sprottin av hesum samstarvi, hevur síðani víst, at harðskapsstøðurnar á einum sambýli eru munandi batnaðar. Dentur var lagdur á at fáa borgaran sjálvan at seta orð á hvussu harðskapsstøður kunnu fyribyrgjast. Talan er um, at borgarin greiðir starvsfólki frá, hvussu tey skulu vera um borgaran í ymsum støðum, soleiðis at borgarin ikki kennir seg noyddan at nýta harðskap, sum ein hátt at greiða sína støðu. 7.1 Tilmæli Arbeiðsbólkurin metir, at tað er ein stórur vansi fyri rættartrygdina hjá bæði borgarum og starvsfólkum, at lógarheimildargrundarlagið fyri tvingsilsinntrivum í summum førum vantar og í øðrum førum er ógreitt. Hóast Almannaverkið hevur ment góðar mannagongdir og skipanir, so kunnu hesar ongantíð einsamallar skipa viðurskifti, ið annars krevja greiða lógarheimild. 59 Arbeiðsbólkurin mælir tískil til, at neyðuga lógarheimildin viðvíkjandi tvingsli og øðrum inntrivum í sjálvsavgerðarrættin verður ásett í tænastulógina. í hesum sambandi metir arbeiðsbólkurin, at tað er týdningarmikið, at meginreglan um minstainntriv verður staðfest í lógini soleiðis, at tað er greitt, at tvingsilsinntriv og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin bara eru amboð, ið skulu nýtast, tá einki annað munar. Eisini mælir arbeiðsbólkurin til, at stovnar og felagsskapir støðugt hava fokus á tvingsil og at starvsfólk áhaldandi verða skúlaði í arbeiðshættum og fáa neyðug amboð, sum kunnu fyribyrgja at tvingsil verður neyðugur. 8. Eftirlit við tænastum Tá Almannaverkið bjóðar borgara eina tænastu ella bústað, hevur Almannaverkið eisini ábyrgdina av, at tænastan ella bústaðarviðurskiftini eru veitt á fullgóðum grundarlagi. Tað vil siga, at Almannaverkið eitt nú hevur ábyrgdina av, at sosialnámsfrøðiligi stuðulin verður veittur av røttu starvsfólkunum á einum hollum fakligum grundarlagi og at borgarar og starvsfólk húsast undir tryggum og hóskandi umstøðum. Til tess at tryggja, at tænastan og bústaðarviðurskiftini eru fullgóð, eru ymisk sløg av eftirliti kring skipanina. á yvirskipaðum stigi veita Løgtingsins umboðsmaður, Landsgrannskoðanin og Landsverk eitt eftirlit við tænastunum og bústaðaviðurskiftunum, ið Almannaverkið bjóðar. Løgtingsins umboðsmaður hevur heimild at fremja eftirlitsvitjanir á stovnum og bústøðum. Eftirlitið snýr seg um starvsfólk halda seg til galdandi lóggávu á økinum, men fer ikki inn og kannar viðurskifti, ið annars krevja eina serliga fakliga vitan. Landsgrannskoðanin kannar um tann játtan, ið Almannaverkið hevur fingið, í roynd og veru verður nýtt til endamálið og um raksturin í mun til tænasturnar er skynsamur. Landsverk hevur eftirlit við teimum hølum, ið nýtt verða til teir bústaðir, ið Almannaverkið varðar av. Felags fyri eftirlitið hjá Løgtingsins umboðsmanni, Landsgrannskoðanini og Landsverk er, at talan er um eitt generelt eftirlit, ið fevnir um allan tann almenna geiran og er ikki serliga ætlað til sosiala økið, ið Almannaverkið varðar av. Sum stjórnarráð hevur Almannamálaráðið ein ávísan eftirlitsleiklut. Hetta er eitt sonevnt geiraeftirlit. Geiraeftirlitið snýr seg um, at ráðið hevur ábyrgd fyri, at halda eyga við um teir stovnar, ið ráðið varðar av, fremja sítt arbeiði sambært galdandi lógum og reglum. Eitt nú hevur Almannamálaráðið ábyrgd av, at sosiala lóggávan hevur neyðugar heimildir, eisini í mun til eftirlit. Eftirlitsskyldan hjá Almannaverkinum er eitt nú ásett í kunngerð um skipan av sambýlum og í kunngerð um skipan av bústovnum. Løgtingsins umboðsmaður hevur í niðurstøðu staðfest, at hóast tað í lóg var ásett, hvør hevur eftirlit við tænastuni, var innihaldið í eftirlitinum ikki nøktandi. Staðfest varð, at einans fíggjarligt eftirlit var við sambýlunum. Umboðsmaðurin metti í sínari niðurstøðu, at 60 neyðugt var bæði við einum námsfrøðiligum og einum heilsufakligum eftirliti á stovnum og sambýlum. í tráð við hetta hevur Almannaverkið fingið í lag heilsufakligt og námsfrøðiligt eftirlit við virkseminum í Trivnaðardeplinum. Heilsufakliga eftirlitið er skipað undir Landslæknanum, eftir leisti hjá danska Sundhedsstyrelsen. Almannaverkið hevur ment mannagongdir, ið samsvara við tilmælini frá Sundhedsstyrelsen. Eftirlitið fevnir eitt nú um hvussu heilivágur til borgaran verður umsitin, at neyðug atlit verða tikin til føðslu, kropsliga rørslu og bústaðarviðurskifti í mun til heilsu. Eisini fevnir eftirliti um neyðug skjalfesting verður útint og um grundleggjandi sjúklingarættindi verða vird. Námsfrøðiliga eftirlitið er ein tænasta, sum verður keypt úr Danmark. Hesin leistur er valdur fyri at tryggja eitt óheft eftirlit. Tó skal viðmerkjast, at grundarlagið undir eftirlitinum í Danmark er broytt, soleiðis, at danska eftirlitið ikki longur er sambæriligt við føroysk viðurskifti. Eftir samráðingar við donsku veitararnar, er ein loysn funnin, ið hóskar seg til føroysk viðurskifti, samstundis sum partar av gomlu eftirlitsskipanini eru varðveittir. Eftirlitið verður framt uml. annað hvørt ár. í kanning frá 2008, ið Granskingardepilin fyri Økismenning og Nærverkið skipaðu fyri, var ein av niðurstøðunum, at starvsfólkið í Nærverkinum vóru sera tilvitað um tørvin at veita eina góða tænastu og at tað hevði alstóran týdning fyri starvsfólki at borgarin var nøgdur. Haraftrat vísti kanningin á, at starvsfólkið hevði tørv á at nýta sínar fakligu dygdir undir teimum røttu umstøðunum. í tráð við hetta metir arbeiðsbólkurin, at tað er týdningarmikið, at starvsfólk ikki kenna seg óneyðuga kroyst av eftirlitinum í teirra dagliga arbeiði. Slíkt kann nerva arbeiðsgongdina hjá starvsfólki til bága fyri borgaran. Tískil er tað av stórum týdningi, at eftirlitið verður skipað á ein hátt, ið stuðlar undir fakliga støðið hjá starvsfólkunum, teirra hugburð til arbeiðsgongdina og stimbrar undir menning av teirra fakligu dygdum. Endamálið við eftirlitinum er at betra um tænastuna og at veita konstruktivan kritikk, um neyðugt. 8.1 Tilmæli Arbeiðsbólkurin metir, at tað er óheppið fyri rættartrygdina hjá borgaranum, at eftirlitsskyldan ikki er nágreinað í størri mun í føroyskari lóggávu. Eftirlit hevur alstóran týdning til tess at skapa álit, tryggja dygd og veita tryggar umstøður, bæði fyri starvsfólk og teir borgarar, ið gagnnýta tænasturnar. Til tess at styrkja borgarans rættartrygd, verður mælt til, at greið og viðkomandi eftirlitsheimild verður ásett í tænastulógini. Heimildin skal m.a. tryggja at borgarin er tryggur og trívist, at dygdin í veittu tænastuni er í lagi, at bústaðarviðurskiftini eru nøktandi og at viðkomandi og neyðugi starvsfólkahópurin er um borgaran. Arbeiðsbólkurin ásannar, at styrkin í einum eftirliti er at finna í tí áliti, ið borgarin hevur á eftirlitinum. Tískil mælir arbeiðsbólkurin til, at eftirlitsátøk verða skipað soleiðis, at tey í mest møguligan mun taka borgaran við upp á ráð. í tráð við hetta, er Almanaverkið farið undir uppfylging av øllum 61 borgarum, ið fáa tænastu í Trivnaðardeplinum. Uppfylgingin er ætlað at finna útav, hvat borgarin heldur um sína tænastu og um tænastan stuðlar honum í at náa endamálið við tilboðnum. Tað er í mest møguligan mun borgarin sjálvur, ið skal svara. í teimum førum har borgarin ikki sjálvur kann svara fyri seg, verða tað bæði kontaktfólk og avvarðandi, ið siga, hvussu tey uppliva nøgdsemi hjá borgaranum. Endamálið við hesum er, at borgarin fær røttu tænastuna. Til tess at fáa óheftni skipar Almannaverkið soleiðis fyri, at starvsfólk, ið hoyra til aðra eind innan Almannaverkið, taka sær av at spyrja borgaran um hesi viðurskifti. Arbeiðsbólkurin ásannar týdningin av at eftirlitið, ið verður framt í Føroyum, er í tráð við tey viðurskifti og tær fortreytir, ið eru galdandi í Føroyum. Hetta er galdandi bæði í mun til heilsufakliga eins og námsfrøðiliga eftirlitið. 9. Tvørfakligt samstarv Tilmælini um styrktar og nýggjar tænastur krevja fleiri starvsfólk. Tænasturnar eru nógvar og ymiskar og seta krøv til, at tað er nóg nógv starvsfólk og at starvsfólkini eru væl skikkaði í mun til ta tænastu, sum tey veita. Tørvur er á at hava ymiskar fakbólkar og hevur tað alstóran týdning, at tey starvsfólk, ið veita tænastuna til borgaran, megna at arbeiða saman til frama fyri, at borgarin og tørvur hansara javnt og samt er í miðdeplinum. Starvsfólk í Almannaverkinum, sjálvsognarstovnunum og sjálvbodnu felagsskapunum eru í høvuðsheitinum býtt út á hesar starvsbólkar: námsfrøðingar, hjálparfólk, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsu- og heimahjálparar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, køksrøktarfólk, arbeiðskvinnur, handverkarar, skrivstovufólk, sosialráðgevarar og fólk við longri akademiskum útbúgving eitt nú løgfrøðingar og samfelagsfrøðingar. Breiði starvsfólkahópurin kann vera ein avbjóðing, tá tænastan skal leggjast til rættis og veitast, men er samstundis eisini ein styrki. Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt tvørfakligt samstarv og hava øll fakfeløgini lagt stóran dent, at tvørfakligt samstarv er neyðugt, men at tað er sera týdningarmikið, at tað í hvørjum einstøkum føri verður greitt, hvør tænastan er, hvørjir starvsbólkar megna at veita tænastuna og um tað er neyðugt við fleiri starvsbólkum fyri at veita tænastuna. Ein stórur partur av virkseminum er monofakligt, har hvør starvsbólkur loysir tær uppgávur, ið eru innanfyri fakligu førleikarnir hjá viðkomandi starvsbólki. í sambandi við, at hesir ymsu starvsbólkar skulu samstarva um tænastuna til viðkomandi borgara, verður í ástøðini tosað um, at samstarvið fer fram á tvørfakligum ella fleirfakligum grundarlagi. Er talan um eitt samstarv, har einans upplýsingar verða latnir millum starvsbólkarnar ella ein samskipan fer fram millum starvsbólkarnar í mun til eitt ávíst vandamál, er talan um fleirfakligt samstarv. Hetta kann eitt nú vera um serlig átøk verða samskipaði í mun til ein borgara á sambýli, ið ber brek. í hesum føri er hvør starvsbólkur tilvitaður og fokuseraður um tann serliga partin av átøkunum, ið rúmast innanfyri teirra førleikar. Neyðturviliga verða atlit ikki tikin til heildarmyndina 62 av ymsu átøkunum. á ein hátt kann sigast, at starvsbólkarnir møta borgaranum hvør sær við hvør sínum førningi av vitan og virksemi. Skal talan verða um tvørfakligt samstarv, er neyðugt at samstarvið fevnir um annað enn at lata millum sín upplýsingar og samskipan. Talan skal vera um javnmett samstarv millum fakbólkar, ið ikki kann skiljast sundur, og sum umboða ymiskar áskoðanir og hava hvør sínar fakligu førleikar, og samstarva við tí endamáli at lýsa og bøta um eitt ávíst sosialt mál úr ymsum fakligum sjónarhornum. Dentur verður lagdur á heildina og samvirkan, og um at veita tænastuna við einum felags endamáli. Málið í einum tvørfakligum samstarvi er, at ymsu starvsbólkarnir fáa eina betri fatan av førleikum og vitan hjá teimum sjálvum og hjá hinum luttakandi starvsbólkunum. Tvørfakliga samstarvið tryggjar dygdina í samstarvinum og tryggjar eisini, at tann samlaði førleikin altíð verður nýttur til fulnar. í hesum samstarvi verða starvsbólkarnir fakliga mentir hvør í sær og fáa samstundis eitt virðismikið felags vitanargrundarlag. Ein jalig avleiðing av einum munadyggum tvørfakligum samstarvi er, at teir luttakandi starvsbólkarnir fáa ment sínar førleikar og vitan tvørtur um faklig mørk og á tann hátt menna eitt nýtt felags fakligt grundarlag. Hetta kann sum dømi verða tá námsfrøðingurin, sjúkrarøktarfrøðingurin og fysioterapeuturin á einum stovni eru mentir at arbeiða við somu sosialnámsfrøðiligu tilgongd til borgaran og har fokus ikki er á útbúgving ella ávísum starvi hjá viðkomandi. Tosað verður í hesum føri um samstarv á felagsfakligum grundarlagi. 9.1 Tilmæli Arbeiðsbólkurin mælir til, at tað í so stóran mun sum gjørligt verður arbeitt tvørfakligt tá tænasturnar verða veittar soleiðis, at borgarin fær eina dygdargóða tænastu. Tað hevur tó týdning, at tað í hvørjum einstøkum føri verður mett um tað er neyðugt og um tað gevur meining at arbeiða tvørfakligt. 10. Tvørgeiraligt samstarv Tilmælið um tænastupolitikkin fevnir einans um tænastur, sum verða veittar av stovnum og felagsskapum, sum eru undir málsøkinum hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum. Tilmælið um tænastupolitikkin byggir á meginregluna um geiraábyrgd. Bæði í Føroyum og londunum rundanum okkum verður javnan kjakast um, hvørt geirábyrgdin er ein gongd leið ella ikki. Ført verður fram, at vandi er fyri, at ymiskir stovnar skúgva fólk við breki frá sær við geiraábyrgdini sum umbering, og at fólk detta niðurímillum tey ymisku økini. Hesin trupulleiki verður ofta umrøddur sum ein gráøkistrupulleiki ella ein markamótstrupulleiki, sum stendst av, at ivamál er um, hvør hevur ábyrgd av hvørjari tænastu og hvør uppgávan hjá ymisku myndugleikunum er í mun til borgaran. Arbeiðsbólkurin er samdur um, at miðast skal eftir, at allar tænastur eisini tær sum verða veittar av øðrum myndugleikum - verða atkomuligar fyri flest allar borgarar. Øll eiga at hava ábyrgd av at geva 63 fólki, sum bera brek, javnbjóðis møguleikar og ikki einans teir stovnar og skipanir, sum eru undir málsøkinum hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum. Hóast meginreglan um geiraábyrgd tryggjar, at tænasta verður veitt øllum borgarum, metir arbeiðsbólkurintóeisini, atmeginreglanumgeiraábyrgdkanntykjastsumeinforðanfyri,atborgarin fær tænastu, við tað, at myndugleikar stríðast um uppgávu- og ábyrgdarbýtið, heldur enn at samstarva og samskipa uppgávuna. Tí er so sera umráðandi, metir arbeiðsbólkurin, at tað er so greitt sum gjørligt, hvør hevur ábyrgd av hvørjum tænastum soleiðis, at sleppast kann undan, at borgarin endar í einum gráøkistrupulleika, og tí ikki fær neyðuga tænastu. Harumframt metir arbeiðsbólkurin, at tað er umráðandi, at myndugleikar eru sinnaðir at samskipa tær tænastur, sum teir hvør í sínum lagi hava ábyrgd av, og at yvirgangurin frá einum geira til annan fer fram undir skipaðum viðurskiftum. Seinnu árini er størri dentur lagdur á at fáa samskipað tænastur frá ávikavist Almannaverkinum, Psykiatriska deplinum, kommununum og skúlaverkinum/sernámi, sum veita tænastur til somu borgarar. Skal borgarin hava dygdargóða tænastu er alneyðugt, at myndugleikarnir lyfta uppgávuna í felag. í hesum sambandi verður hugtakið heildartilboð nýtt. Heildartilboð merkir ikki, at øll tænasta skal veitast av einum myndugleika og neyðturviliga á sama matrikkli, men at borgarin alt í mun til tørvin, fær eitt samlað tilboð, sum er samansett av ymiskum tænastum frá ymiskum myndugleikum. Góð dømi um, at myndugleikar og stovnar kunnu samstarva um heildartilboð eru: Tann góða tilgongdin, sum er lýst aðrastaðni í frágreiðingini, Serligt skipað miðnám og nýggi bú- og viðgerðarstovnurin fyri ung við sálarligum avbjóðingum í Tórshavn. Hesi heildartilboð byggja á skipað og formaliserað samstarv á øllum stigum, har landsstýrisfólk, borgarstjórar, embætisfólk, stovnsleiðarar og starvsfólk hava lagt dent á at fáa samstarvið at virka. Arbeiðsbólkurin metir, at tað er umráðandi, at tað verður arbeitt mið- og stigvíst við at menna tvørgeiraligt samstarv, og at myndugleikar á øllum stigum, í størri mun enn higartil, fara undir felags átøk og seta neyðuga orku av til hetta. Fyri at ymiskir geirar, myndugleikar og stovnar kunnu hava eitt mennandi samstarv, mugu skipanirnar undir einstøku aðalráðunum virka á nøktandi hátt. Skulu tænastur til fólk, sum bera brek, veruliga flyta seg, er umráðandi, at arbeitt verður miðvíst, umframt at arbeiðið verður raðfest av øllum myndugleikum samstundis. Skulu heildartilboð setast á stovn er neyðugt, at politiskar semjur verða gjørdar millum aðalráðini og kommunala geiran og, at politiskt bindandi avtalur verða gjørdar sum nágreina, hvussu hesi tilboð skulu skipast. 64 10.1 Tilmæli Arbeiðsbólkurin mælir til, at politisku myndugleikarnir arbeiða mið- og stigvíst við at menna samstarvið og samskipan tvørtur um geirar og, at borgarar, sum bera brek, í so stóran mun sum gjørligt fáa heildartilboð. 65 Keldulisti: Bøkur: Støstad, Jan Erik: En fjerde vei for velfærden, pa sporet af framtidas helse, omsorg og skole, 1. útgáva, Gyldendal, 2015. Hansen, Doris: Søgan um hini, 1. útgáva. Føroya Skúlabókagrunnur, 1996. Ketscher, Kirsten: Socialret, principper, rettigheder og værdier, Karnov Group, 2014. Andersen, Jon: Socialforvaltningsret, 6.udgave, Jurist- og Økonomforbundets Forlag, 2016. Rasmussen Høj, Carsten): Serviceloven, eLex, 2016. útgávur og greinar: Bengtsson, Steen: Princip og virkelighed, om sektoransvar i handicappolitikken, Socialforskningsinstituttet, 2005. Mikkelsen, Enna Garðhorn: Nedsendelser, Handicappolitisk tidsskrift 34, Dansk Psykologisk Forlag, 2015. Lorenzen, Jette, Petersen, Liselotte, Socialministeriet: Nar tværfaglighed beriger, VISS.dk, argang 6, s. 7-9, 2012. Socialministeriet: Omsorg og magt - Om magtanvendelse og andre indgreb i selvbestemmelsesretten, informationspjece til personale, der arbejder med voksne med et svært psykisk handicap, 2004. Socialministeriet: Veje til et godt liv i egen bolig, 2007.Socialministeriet: Evaluering af erfaringerne med institutionsbegrebets ophævelse pa handicap- omradet, 1998 2002, fokus pa brugernes, parørendes og personalets erfaringer , 2002. Socialstyrelsen: Borgerstyret Personlig Assistance, afsluttende evalueringsrapport, Deloitte, 2012. Socialstyrelsen: Magtanvendelse i forhold til personer med betydelig og varigt nedsat psykisk funktionsevne, 2015. Debes, Elin, Mortensen, Eyðvør: Eftirmeting av royndarverkætlan við BPA-skipan í Føroyum, Almannaverkið, 2015. 66 Biskopstø, Olga, Nærverkið ein góð tænasta, arbeiðsrit nr. 18/2008, Granskingardepilin fyri Økismenning og Nærverkið, 2008. Mortensen, Eyðvør: Ein lýsing av stuðulsfólkaøkinum og eitt tilmæli um eina aðra skipan, Almanna- og heilsumálastýrið, 2001. Andrich, R; Mathiassen, N.; Hoogerwerf, E. et al.: Service dlivery systems for assistive technology in europe: An AAATE/EASTIN position paper. T, 2013. Anttila, H; Samuelsson, K; Salminen, A.L.; Brandt, A.: Quality of evidence of assistive technology interventions for people with disability: An overview of systematic reviews, Technology and Disability. (24) 9-48, 2012. Wessels, R.; Witte, L.; Andrich, R. et al. IPPA, a user-centered approaco to assess effectiveness of Assistive Technology provision, Technology and Disability (13) 105-115, 2000. Wiederholt, Mogens: Handicap- og kompensationsbegrebet i forskelsbehandlingsloven, s.205, Juristen, nr.7, 2008. Eide, Ann Kristin, Breimo Paulsen, Janne: Nar livsløp veves sammen med administrative tilfeldigheter, En studie av boligløsninger for mennesker med utviklingshemming, Nordlands Forskning, 2013. Schwartz, Ida: Samarbejde med parørende ud fra beboernes perspektiver ,Personlig service. Ett diskussionsunderlag om sjalvbestammande inom hemtjansten, (2014) DHR, 2012. Frá alnótini: Institut for menneskerettigheder: Handicapkonventionen, http://menneskeret.dk/handicap Mandag Morgen: Stor socialreform pa vej mod forlis https://www.mm.dk/stor-socialreform-paa- vej-mod-forlis/, 26.september 2016.Mandag Morgen: Ekspert: Vi kan spare 100 milliarder pa velfærdssamfundet, https://www.mm.dk/ekspert-vi-kan-spare-100-mia-kr-paa-velfaerdsamfundet/, 23.januar 2017. Nationalt Videnscenter for Demens: Magtanvendelse, http://www.videnscenterfordemens.dk/pleje- og-behandling/lovgivning-og-demens/magtanvendelse/ European Parliament, Briefing. Assistive technologies to supportpeople with disabilities http://www.europarl.europa.eu/EPRS/EPRS-Briefing-559513-Assistive- technologies-support-people-with-disabilities-FINAL.pdf, 2015. 67 FYLGISSKJAL 1 Arbeiðssetningur í sambandi við arbeiðið at orða ein føroyskan tænastupolitik, sum grundarlag fyri nýggjari tænastulóg Forsorgarlógin er ein av grundarsteinunum í okkara vælferðarskipan, og hava skiftandi landsstýrisfólk arbeitt við at gera eina nýggja forsorgarlóg. Byrjað varð við reglunum um hjálparráð, síðani lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk og seinast er tað lógin um heimatænastu, eldrarøkt v.m. í sambandi við, at kommunurnar hava yvirtikið hesar tænastur. Dagføringar eru somuleiðis gjørdar í mun til ásetingar um bústaðar- og virknistilboð. Næsta stigið er ein tænastulóg, sum skal betra um rættartrygdina hjá borgarum við serligum avbjóðingum og sum skal betra innihaldið í tænastunum. Til tess at fáa eina so góða tænastulóg, sum til ber, er ynski at fáa ein greiðan og dygdargóðan tænastupolitik. Orsøkin til, at málið verður tikið upp Tá tað snýr seg um tænastur til fólk við serligum avbjóðingum, so hevur kjakið um manglandi bústaðartilboð til fólk við serligum avbjóðingum fylt nógv seinastu árini, meðan minni fokus hevur verið á innihaldið á bústøðunum og í øðrum tilboðum, sum Almannaverkið veitir. Sitandi samgonga hevur sett sær fyri, at nýskipanir skulu fremjast á almannaøkinum, sum skulu tryggja øllum borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum. Føroyar hava nú fingið ein bústaðapolitik, og gongd er komið á tilgongdina við at útvega fleiri bústaðir. Nú er stundin komin til at venda sjóneykuni móti innihaldinum í tænastunum. í fleiri ár hevur Almannaverkið víst á, at tørvur er á greiðum ásetingum í mun til innihaldið í tænastunum og at eitt tænastustøðið verður ásett av politisku skipanini. Eisini hava áhugafeløg undir MBF víst á, at borgarin hevur ov lítla ávirkan á egið lív og tænastuna, sum viðkomandi fær. Harumframt hava Løgtingsins Umboðsmaður, Føroya Pedagogfelag og Demensætlanin frá februar 2015 víst á, at bæði borgarin og starvsfólk, sum eru um borgaran, hava tørv á greiðum reglum í mun til valdsnýtslu. Harafturat hava somu myndugleikar víst á, at tað alneyðugt at fáa greiðu á, hvussu eftirlit við tænastunum verður skipað. Landsstýriskvinnan hevur tí sett sær sum mál at orða ein tænastupolitik, sum verður grundarsteinur undir tænastulógini, sum skal fáa greiðu á omanfyrinevndu viðurskiftum. Tænastulógin verður ætlandi gjørd í heyst. Rættindi hjá borgarum við serligum avbjóðingum tryggjast í tænastulóg 68 Endamálið við tænastupolitikkinum er at tryggja, at fólk við serligum avbjóðingum kunnu hava eitt virðiligt og innihaldsríkt lív á jøvnum føti við aðrar borgarar. Tænastupolitikkurin skal tryggja, at tað við so lítlum inntrivi sum gjørligt verður tikin hond um teir borgarar, sum hava tørv á stuðli og hjálp í gerandisdegnum og borgarin í størri mun fær eina tænastu, sum tekur støði í førleikum hjá viðkomandi. Politikkurin skal taka støði í einstaka borgaranum, hansara sjálvsavgerðarrætti og skal tryggja, at borgarin hevur ávirkan á egin viðurskifti. Harafturat skal politikkurin tryggja, at borgarar og tey starvsfólk, sum eru um borgaran, hava neyðugar lógarfestar karmar at virka undir, tá tað snýr seg um viðurskifti, sum koma undir valdsnýtslu. Eisini skal politikkurin vísa, hvussu eitt objektivt eftirlit kann fremjast við teimum tænastum, sum veittar verða, uttan at hetta gongur útyvir álitið á starvsfólki og trivnaðin millum starvsfólk. Setan av arbeiðsbólki og skipan av arbeiðinum. Forsorgarlógin og ein komandi tænastulóg kunnu metast at vera ein av grundarsteinunum í føroysku vælferðarskipanini. Tí hevur tað alstóran týdning, at ein tænastupolitikkur og ein tænastulóg hava breiða undirtøku bæði í politisku skipanini og frá borgarum, fakfólki, fakfeløgum, stovnum. Landsstýriskvinnan hevur tískil avgjørt, at seta ein breittfevnandi arbeiðsbólk til at orða ein tænastupolitik, sum skal verða grundarsteinur undir tænastulógini, sum ætlandi verður gjørd í heyst. Mælt verður til at bólkurin verður samansettur soleiðis:  1 umboð fyri MBF  1 umboð fyri Javna  1 umboð fyri Sinnisbata  3 Føroya Pedagogfelag  1 Ergoterapeutfelag Føroya  1 Fysioterapeutfelag Føroya  1 Heilsuhjálparafelag Føroya  1 Felagið fyri Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar  1 Heilsurøktarafelagið  1 Heilsuhjálparafelag Føroya  1 Kommunufelag Føroya  3 umboð fyri Almannaverkið  2 umboð fyri Almannamálaráðið (Formaður og skrivari) Arbeiðsbólkurin skal gera tilmæli um ein føroyskan tænastupolitik á almannaøkinum. í tilmælinum skal bólkurin: Lýsa og greina, hvussu verandi tænastur eru skipaðar í Føroyum 69 a. Stuðulsfólkaskipanin fyri børn og vaksin. Hetta fevnir m.a. um eftirmeting av PBA- royndarverkætlanini b. Skipan av tænastuni. Hetta fevnir um verandi tænastur og hvussu hesar eru skipaðar við atliti til tørvi borgarans frá vøggu til grøv á sambýlum, í búfelagsskapum, í egnum bústaði og í virknistilboðum c. Námsfrøðiligt innihald d. Eftirlit e. Valdsnýtsla Greiningin eigur at samstundis at lýsa, hvat hóskar væl, og hvørjar ábøtur tørvur er á. - Herundir skal arbeiðsbólkurin gera tilmæli umo eina føroyska PBA-skipano Viðlíkahaldsvenjing til borgarar, sum fáa bútilboð hjá Almannaverkinum o Flutningsskipan til fólk, sum fáa tænastur  Lýsa og greina, hvussu tænasturnar eru skipaðar í øðrum norðurlondum  Bólkurin skal gera tilmæli um tænastupolitikk fyri Føroyar. Tænastupolitikkurin skal orðast við støði í omanfyrinevndu greiningum og við støði í fylgjandi:  Brekpolitiskum meginreglum sum geiraábyrgd, kompensatión og inklusión  ST-sáttmálanum fyri fólk, sum bera brek  Endurmenningartilgongdini  Bústaðarpolitikki landsins  Eldrapolitikki landsins  Samskipan millum myndugleikar 70 BORGARIN TAKAST UPPá RáÐ Ein vælvirkandi sosial tænasta byggir á miðvíst og skipað samstarv millum borgara, avvarðandi og fakfólk, sum í felag tryggja, at borgarin kann hava so sjálvstøðugt, virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt. Sosialar tænastur skulu fremja sjálvhjálpni. Almannamálaráðið 2017 01 BORGARIN TAKAST UPPá RáÐ Tilmæli um tænastupolitikk INNIHALD 1. Inngangur 2 Setan av arbeiðsbólki og skipan av arbeiðinum 2 Tulking og avmarking av arbeiðssetningi 2 Brekhugtakið 3 Breksáttmálin og brekpolitisku grundreglurnar 3 2. Tænastupolitiskar meginreglur 4 Borgarin hevur ræði á egnum lívi 4 Tænastur skulu skipast við endurmenning og menning í huga 4 Borgarin skal hava skjóta, munagóða og samskipaða tænastu 5 3. Tilmæli og átøk, sum stuðla undir tænastupolitisku meginreglurnar 5 Rættarstøða borgarans styrkjast við nýggjari tænastulóg 5 Einføld og góð tilgongd frá tørvi til tænastu 6 Viðlíkahaldsvenjing skal skipast 7 Endurvenjing skal styrkjast og samskipast við aðrar myndugleikar 7 Stuðulstænastur skulu styrkjast 7 BPA skipan skal setast á stovn 7 Virknistænastur skulu styrkjast 8 Flutningstænasta skal skipast 8 Tænasta til fólk við hoyribreki 8 Fleiri og fjøltáttaðir bústaðir skulu byggjast 9 Tænasta í vardum bústaði skal styrkjast og í størri mun skiljast frá bústaðnum 10 Borgarin skal ikki takast av ræði 10 álit og eftirlit 11 Tvørfakligt samstarv 11 Tvørgeiraligt samstarv 11 1. INNGANGUR Setan av arbeiðsbólki og skipan av arbeiðinum Tænastur til borgarar, ið bera brek, eru ein av grundar- steinunum í føroysku vælferðarskipanini. Tí hevur tað alstóran týdning, at ein tænastupolitikkur og komandi tænastulóg hava breiða undirtøku bæði í politisku skipanini og frá borgarum, fakfólki, fakfeløgum og stovnum. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, gjørdi tí av, at arbeiðsbólkurin, sum undanfarna lands- stýriskvinnan setti í apríl 2015, skuldi halda áfram við arbeiðinum. Arbeiðsbólkurin umboðar ein breiðan skara av fakfólki og feløgum, sum saman skulu orða eitt tilmæli um ein tænastupolitikk. Arbeiðið er nú at enda komið, og verður lagt fyri Løgtingið til aðalorðaskifti í hesi tingsetuni. Tænastupolitikkurin verður grundarlag undir tænastulógini, sum ætlandi verður løgd fyri Løgtingið komandi vár. Tey, ið hava mannað arbeiðsbólkin eru: ása Olsen (MBF), Sigrun Wardum (Javni), Súsanna Olsen (Sinnisbati), Turid Jacobsen (Ergoterapeutfelag Føroya), Jórun Petersen (Fysioterapeutfelag Føroya), Marjun Petersen, Jógvan Philbrow, Katrin Haraldsen (Føroya Pedagogfelag), óluva í Gong (Felagið føroyskir sjúkrarøktar- frøðingar), ása Holm (Heilsuhjálparafelag Føroya), Majbritt Mohr (Heilsurøktarafelagið), Johan Lamhauge (Kommunu- felagið), Elin Debes, Rannvá Unadóttir Vestureið, Barbara Berg (Almannaverkið), Doris Bjarkhamar og Heini Petersen (Almannamálaráðið). Arbeiðið hevur verið skipað við afturvendandi fundum, har umboðini hava havt møguleika at koma til orðanna bæði í mun til innihald og í mun til endaligu tilmælini í tænastu- politikkinum. Skipað hevur verið fyri framløgum, har umboð fyri Almannamálaráðið hava havt framløgur um ST- sáttmálan fyri fólk, sum bera brek, fíggjarlógina og forsorgar- lógina. Eisini hava umboð í bólkinum lagt síni sjónarmið fram í mun til ymisk evni, umframt at umboð fyri ymiskar myndugleikar hava greitt frá, hvussu tænastur eru skipaðar. Arbeiðsbólkurin hevur, í tíðarskeiðnum frá mai 2015 mars 2016, havt 13 fundir og ein evnisdag, har tvørfakligt samstarv varð viðgjørt út frá ymiskum sjónarhornum. Arbeiðið hevur eisini verið merkt av, at val varð útskrivað og nýtt landsstýrisfólk er komið í Almannamálaráðið. 02 Arbeiðsbólkurin hevur í trimum umførum havt tilmælið um tænastupolitikkin til hoyringar, og hava umboðini hvør í sínum lagi gjørt viðmerkingar til tilmælini. Tulking og avmarking av arbeiðssetningi Yvirskipaði arbeiðssetningurin er at gera tilmæli um tænastur til fólk, sum bera brek, hvørjar meginreglur tænasturnar frameftir skulu byggja á, hvørjar tænastur skulu veitast og hvussu hesar skulu skipast. Tilmælið um tænastupolitikkin fevnir í høvuðsheitinum um umsorganarveitingar, t.e. tænasta, sum krevur starvsfólk. Eisini fevnir tilmælið um viðurskifti, sum hava tilknýti til umsorganarveitingar, so sum atgongd og tilgongd til hesar. í tilmælinum um tænastupolitikk verða hesar kallaðar sosialar tænastur ella bara tænastur. Tænastupolitikkurin fevnir ikki um peningaveitingar til uppihald ella stuðulsveitingar sum t.d. stuðul til hjálparráð, bil ella stuðul til bústaðarbroytingar, sum eru neyðugar fyri, at borgari, sum hevur mist førleikar, kann húsast í egnum heimi. Arbeiðsbólkurin hevur ikki viðgjørt spurningin um gjøld fyri tænastur. Sum er, rinda borgarar fyri bústað, mat og uppi- hald í vardum bústaði. Tilmælið um tænastupolitikkin tekur støði í brekpolitiskum meginreglum um samhaldsfesti, javnviðgerð, kompen- satión, geiraábyrgd og í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. í sambandi við arbeiðið at orða tilmælið um tænastupolitikk, hevur Almannamálaráðið saman við arbeiðsbólkinum og við hjálp frá Almannaverkinum, gjørt eina frágreiðing um verandi tænastur. Tænasturnar, sum lýstar verða, eru stuðulsfólkaskipanin fyri børn og vaksin, bústaðartilboð, endurvenjingartænasta og virknistænasta, tænasta til fólk, sum hava hoyribrek umframt viðlíkahaldsvenjing og flutningstænasta, sum ikki finnast í dag. Harumframt verður skipanin við eftirliti við verandi tænastum eins og víst verður á týdningin av greiðum og tryggum kørmum um møguligar tvingsilsfyriskipanir. Eisini verða tvørfakligt og tvørgeiraligt samstarv lýst. Tilmælið um tænastupolitikkin er orðað við støði í frágreiðingini. Brekhugtakið í Føroyum hevur ávíst kjak staðist av orðinum brek, ið fólk meta hevur ein niðursetandi týdning. Eftir drúgva umrøðu og í samráð við Málráðið, hevur Arbeiðsbólkurin valt at brúka heitið Fólk, sum bera brek í frágreiðingini. Talan er um eitt alment heiti, sum fevnir um allar borgarar, sum orsakað av breki ella sjúku, hava virkistarn, sum viðførir, at viðkomandi hevur tørv á kompensatión fyri at kunna virka á jøvnum føti við onnur. Hugburðurin í samfelagnum til fólk, ið bera brek, hevur ávirkan á, hvørjar tænastur verða veittar og hvussu hesar verða skipaðar. Brekhugtakið og hugburðurin eru broytt frá tíðini har borgarar vórðu fullkomuliga stovnsgjørdir við total institutionalisering til í dag, har dentur verður lagdur á at veita hesum borgarum javnbjóðis møguleikar í samfelagnum. Brekhugtakið er sostatt ikki siðfast, men hevur alsamt flutt seg frá at vera eitt læknafrøðiligt hugtak, til í dag, at samfelagið og umhvørvið annars skal fevna fólki, ið bera brek. Tilmælið um tænastupolitikkin tekur støði í hesum brek- hugtakinum, sum ST hevur brúkt síðani 1993, tá sokallaðu fyrimyndarreglurnar vórðu samtyktar. Breksáttmálin og brekpolitisku grundreglurnar Breksáttmálin varð settur í gildi í 2009. Endamálið við sáttmálanum er at virka fyri, at borgarar, ið bera brek, verða virdir sum javnbjóðis borgarar í einum rættarsamfelagi, og til fulnar kunnu nýta øll grundleggjandi manna- og frælsis- rættindi á jøvnum føti við onnur. Hóast Breksáttmálin ikki er ásettur við lóg, hava Føroyar bundið seg til at halda sáttmálan og merkir hetta, at lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið altíð virka í samljóði við sáttmálan. Sáttmálin bindur londini á tveir ymsar hættir. Skilt verður í hesum sambandi ímillum borgarlig og politisk rættindi og fíggjarlig, sosial og mentanarlig rættindi. Borgarlig og politisk rættindi eru rættindi, ið landið hevur skyldu til at tryggja frá tí degi, sáttmálin er settur í gildi. Vanlig borgarlig og politisk rættindi eru eitt nú talufrælsi, at vera líka fyri lógini, persónlig trygd og luttøka í politiska lívinum. Fíggjarlig, sosial og mentanarlig rættindi eru rættindi, ið londini hava skyldu til áhaldandi at betra um. Skyldan skal skiljast sum ein áhaldandi skylda, ið landið kann tryggja yvir tíð og í mun til tær ressursur, ið landið hevur at ráða yvir. Fíggjarlig-, sosial- og mentanarlig rættindi eru eitt nú rætturin at fáa eitt arbeiði undir sømiligum korum, rætturin til útbúgving, rætturin til bústað, rætturin til almannatrygd og tænastur og rætturin at taka lut í mentanarlívinum. Tænastur til fólk, ið bera brek, verða skipaðar við grundarlagi í teimum brekpolitisku grundreglunum: Grundreglan um kompensatión ber við sær, at samfelagið bjóðar fólki, ið bera brek, tænastur og veitingar, sum hava til endamáls at hjálpa upp á ella avmarka avleiðingarnar av virkistarninum. Talan er ikki um at veita hesum borgarum framíhjárætt, men at javna eitt ójavnt upprunastøði. Grundreglan um geiraábyrgd ber við sær, at hvør myndugleiki, felagsskapur ella virki, ið hevur ábyrgd av at veita eina ávísa almenna tænastu ella veiting til allar borgarar, hevur ábyrgd av at tryggja og fíggja, at eisini borgarar, sum bera brek, fáa somu tænastu. Grundreglan um samhaldsfesti ber við sær, at øll kompensatión og allar tænastur verða veittar á einum samhaldsføstum grundarlagi og fíggjaðar yvir skatta- skipanina. Stuðul og fyriskipanir til borgarar, ið bera brek, eru í høvuðsheitum ókeypis, og eru tí ikki tengd at inntøku og ogn. Grundreglan um javnviðgerð ber við sær, at øll skulu hava somu møguleikar somu møguleikar at menna og gagnnýta førleikar og hegni. Persónur, ið ber brek, hevur aðrar fortreytir enn persónur, ið ikki ber brek, eins og persónar, ið bera brek, sínámillum kunnu hava sera ymiskar fortreytir. Javnviðgerð merkir tí ikki, at øll skulu viðgerast eins. Breksáttmálin og brekpolitisku grundreglurnar mynda, hvussu samfelagið sum heild verður innrættað, hvussu viðkomandi lóggáva verður tilevnað, og hvussu manna- gongdir og skipanir eru og verða háttaðar. 03 2. TÆNASTUPOLITISKAR MEGINREGLUR Høvuðsendamálið við sosialum tænastum er at kompensera fyri brekið og harvið geva borgaranum møguleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við aðrar borgarar. Alsamt størri dentur verður lagdur á at gera borgaran so sjálvbjargnan og sjálvhjálpnan sum gjørligt, og setir hetta stór krøv bæði til skipanina, starvsfólk og ikki minst avvarðandi. Borgarin hevur ræði á egnum lívi Fólk, sum bera brek og hava tørv á sosialari tænastu,hava eins og aðrir borgarar í Føroyum ein grundleggjandi almennan og sosialan rætt til at hava ávirkan á egið lív og gerandisdag og at taka avgerðir um egin persónlig viðurskifti undir teimum fyritreytum, ið avvarðandi borgarar virka undir. Sjálvsavgerðarrætturin er tó ávirkaður av førleikanumhjá hvørjum einstøkum til at velja og taka avgerðir. Sjálvsavgerðarrætturin kann eisini vera avmarkaður í tann mun samfelagið ikki hevur neyðugu tænasturnar at bjóða viðkomandi. Sambandið millum myndugleika og borgara hevurseinastu árini verið fyri stórum broytingum. Borgarin tekur ikki longur einans ímóti eini tænastu, men er í størri munvið í sjálvari tilgongdini at taka avgerð og hevur harvið størri ávirkan á, hvørja tænastu viðkomandi fær. Harumframt at sjálvsavgerðarrætturin hjá einum borgara fingið serliga verju. Tænastur skulu veitast við støði í ynskinum hjá borgaranum um egna lívsstøðu og skulu styðja og styrkja um sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka soleiðis, at borgarin hóast tarn ella sjúku fær eitt fyri hann nøktandi og innihaldsríkt lív. í Føroyum hevur familjan framvegis ein týðandi leiklut í lívinum hjá øllum, og ofta er familjan serfrøðingur í lívinum hjá hesum borgarum. Familjan kann í nøkrum førum vera einasta varandi sambandið, sum viðkomandi hevur. Tískil er týdningarmikið at hugt verður eftir leiklutinum hjá teimum avvarðandi og í hvønn mun tey eiga at taka lut í máls- viðgerðini og at legga til rættis tænastuna. 04 Tá ein borgari hevur tørv á tænastu og søkir um hesa, er tað myndugleikin, sum útvegar tænastuna, sum í síðsta enda hevur avgerðarrætt í mun til, hvørja tænastu viðkomandi fær. Hetta merkir, at borgarin í slíkum førum ikki hevur fullan sjálvsavgerðarrætt í mun til tænastu, tí myndugleikin eisini skal taka atlit til tørvin hjá viðkomandi, sum skal standa mát við tænastuna, aðrar umsøkjarar, aðrar borgarar í t.d. einum toymi ella bústaði, játtan os.fr. Avbjóðingin er at finna eina javnvág millum frælsið hjá borgaranum og rásarúmið hjá myndugleikanum at avgera, hvussu ein tænasta skal skipast, hvussu ressusurnar í familjuni ella nærumhvørvinum skulu troytast, og hvussu borgarin kann nýta almennar ella sjálvbodnar tænastur. Tænastur skulu skipast við endurmenning og menning í huga Allir borgarar hava førleikar og menningarmøguleikar og borgarin skal møtast har, sum borgarin er. Tænastan skal standa mát við tørvin hjá viðkomandi, eins og tænastan skal taka hædd fyri tí umhvørvi, ið borgarin livir í, og skal ikki vera meira víðfevnd enn neyðugt. Borgarin skal eggjast, stimbrast og stuðlast til at hava so sjálvstøðugt lív sum gjørligt eins og borgarin skal hava ávirkan á tilgongdina og innihaldið í teim tænastum, sum honum verða tillutaðar og veittar. Hetta er galdandi bæði fyri borgarar, sum búgva sjálvstøðugt og í vardum bústøðum. Tænastan skal slóða fyri, at teir borgarar, sum megna tað, skulugerast førir fyri at uppihalda sær sjálvum og sínum við minst møguligari hjálp frá tí almenna. Samstundis er umráðandi, at tænastur til borgarar, sum hava umfatandi og varandi tørv á tænastu slóða fyri, at borgarin fær eitt fyri hann so sjálvstøðugt, støðugt, og innihaldsríkt lív sum gjørligt. Er talan um børn, skal samfelagið við nøktandi tænastum slóða fyri, at bæði familjan og barnið kunnu liva eitt so vanligt familjulív, sum til ber. M.a. skulu foreldrini hava møguleika at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, vera familja, taka sær av hinum børnunum og luttaka í sosialum tiltøkum hóast barnið ber brek. Tænastan skal taka støði í kropsligu, sálarligu og sosialu støðuni umframt ynskjunum og avgerðunum hjá hvørjum borgara sær soleiðis, at hædd verður tikin fyri tí heila menniskjanum. Tænastan skal skipast sum eitt tíðaravmarkað, miðvíst og skipað samstarv millum ein borgara, fakfólk og avvarðandi og í tann mun tað er neyðugt, skulu tænasturnar vera samanhangandi frá barndómi, ungdómi og til vaksnamannalívið. Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum heldur enn fyri borgaran. Borgarin skal hava skjóta, munagóða og samskipaða tænastu Ein fortreyt fyri, at borgarar til fulnar og á virknan hátt kunnu vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur er, at samfelagið tryggjar at fólk, ið bera brek, hava atgongd til nógvar ymiskar tænastur bæði heima, á vardum bústøðum og at borgararnir hava atgongd til stuðulstænastur, undir hesum persónliga hjálp fyri at lætta um gerandisdagin og fyri at fyribyrgja, at borgarin verður einsamallur og avbyrgdur frá samfelagnum. Tað kann vera sera møðsamt serliga hjá borgarum, ið bera brek at ferðast runt í teimum skipanum, sum settar eru í verk fyri at hjálpa viðkomandi. Við rættartrygd og við almennum fíggjarligum atlitum í huga, skal borgarin fáa røttu hjálpina á røttum staði soleiðis, at borgarin fær eina munadygga og úrslitagóða tænastu. Støðan kann lýsast sum, at í staðin fyri, at borgarin skal venda sær til fleiri myndugleikar, eiga myndugleikarnir at samskipa og samstarva um tænasturnar kring ein borgara, og harvið gera tað meira einfalt fyri borgaran. Saman við borgarunum skulu vit royna nýggjar leiðir. Tað krevur, at vit gerast betri til at meta um, hvat ið munar og hví tað munar. Tað kann t.d. snúgva seg um samspælið við borgaran, um hvussu greið virkisætlanin er, um arbeiðs- umstøðurnar hjá starvsfólkunum, um útbúgvingarstigið hjá starvsfólkunum, um samstarvið og samskipan av tænastum millum myndugleikar. Hetta krevur, at tænasturnar verða skipaðar soleiðis, at tær kunnu eftir- metast. Ein størri partur av játtanini eigur tí at verða settur av til at savna vitan um effektina av vælferðartænastnum, bæði gjøgnum egnar royndir og við íblástri frá okkara grannalondum. 3. TILMÆLI OG áTØK, SUM STúLA UNDIR TÆNASTUPOLITISKU MEGINREGLURNAR Rættarstøða borgarans styrkjast við nýggjari tænastulóg Arbeiðsbólkurin metir, at rættindi hjá borgarum, ið bera brek eiga at verða ásett í lóg soleiðis, at borgarin veit, hvørji rættindi og hvørjar skyldur hann hevur og myndugleikin og politiska skipanin hava greiðar karmar at virka undir. Mælt verður til, at áseta innihaldið av teimum tænastum, ið Almannaverkið, sjálvsognarstovnar og sjálvbodnir felagsskapir skulu bjóða borgarum, í tænastulógini. Arbeiðsbólkurin mælir til, at lógin verður kjølfest í Brek- sáttmálanum og sjálvsavgerðarrættur borgarans, meginreglan um kompensatión og ábyrgdarbýtið millum einstaklingin, familjuna og tað almenna, verður staðfest í lógini. Eisini verður mælt til, at tænastulógin hevur greiðar ásetingar um vegleiðingarskyldu, fráboðanarskyldu, tvingsil, eftirlit og kærumøguleika. Týdningarmest er, at tænastan í tænastulógini verður ásett soleiðis, at borgarin fær eina hóskandi tænastu í mun til sín tørv. Havandi í huga, at tænasturnar, ið veittar verða sambært tænastulógini, eru tengdar at einari rakstrar- játtan, er tað av stórum týdningi, at rætta tænastan verður veitt borgaranum soleiðis, at tænastan rakar tørvin hjá borgaranum so neyvt sum møguligt. Ein heildarmeting av støðu borgarans skal slóða fyri, at borgarin fær røttu tænastu ella tænastur til røttu tíð. 05 Mælt verður til, at áseta í tænastulógini, at borgarin skal visiterast grundað á eina heildarmeting av tørvi og ynski borgarans soleiðis, at borgarin fær røttu tænasturnar til rætta tíð, og borgarin fær eina endurmenningarætlan ella eina menningarætlan, ið greitt vísir, hvat endamálið er við veittu tænastuni, og hvørji mál skulu røkkast. Borgarin verður settur í miðdepilin, tænasturnar koma til borgaran og borgarin sleppur undan at vera málsviðgeri í egnum lívi. í sambandi við heildarmetingina fær borgarin eina endurmenningarætlan ella eina menningarætlan. Ætlanin skal týðiliga vísa, hvat endamálið er við veittu tænastuni og hvørji mál skulu røkkast. Greið lógarheimild verður ásett í tænastulógini fyri at veita ymsu tænasturnar og tænastustøðið verður ásett á tann hátt, at lógin áleggur Almannaverkinum at gera sokallaðar kvalitetsstandardir, ið mynda grundarlagið undir tænastunum, ið veittar verða. í sama viðfangi ásannar arbeiðsbólkurin týdningin av, at tænasturnar fáa neyðugu játtanina á fíggjarlógini. Mett verður í hesum sambandi, at kvalitetsstandardur og m.a. skjalfesting av hagtølum, eru amboð, ið kunnu slóða fyri, at neyðug játtan verður tryggjað sum grundarlag undir tænastunum. Einføld og góð tilgongd frá tørvi til tænastu Arbeiðsbólkurin metir tað umráðandi, at tað er einfalt fyri borgarar og avvarðandi at venda sær til og samskifta við Almannaverkið og aðrar myndugleikar. Arbeiðsbólkurin metir, at skjalfestingarskylda eigur atvera staðfest í tænastulógini, har tørvurin á skjalfesting er týdningarmikil og gevur meining, eitt nú í mun til tvingsil og, í ein ávísan mun, til at savna hagtøl og ikki minst í mun til at meta um, í hvønn mun endamálið við tænastuni verður rokkið. Skjalfesting er eitt ítøkiligt amboð at gera starvsfólk meira tilvitað um, hvat endamálið við tænastuni er, hvør leiklutur teirra skal vera og hvørji rættindi borgarans eru. Arbeiðs- bólkurin vísir á, at starvsfólk eiga at verða førleikament í hesum sambandi, og førleikament at skjalfesta soleiðis, at tíð ikki verður nýtt at skjalfesta vanlig og óviðkomandi viðurskifti, ið er natúrligur partur arbeiðinum. Arbeiðsbólkurin heldur tað hevur týdning, at borgarin, sum hevur tørv á tí, fær ein málsviðgera, sum samskipar tænastur og veitingar, sum viðkomandi fær frá Almanna- verkinum. Royndir vísa, at tað kann vera sera orkukrevjandi hjá einum stovni at luttaka í tvørgangandi samstarvi, at fáa eina tilgongd skipaða og at halda skipanini koyrandi. Skal samstarvið gerast veruleiki og halda áfram, er alneyðugt, at allir myndugleikar, stovnar og fakfólk eru sinnaði at luttaka og seta neyðuga orku av til hetta. Ráðgeving er ein kærkomin hjálp og stuðul í gerandis- degnum hjá familjuni, og stuðlar undir, at familjan klárar tær avbjóðingar, ið kunnu standast av at fáa eitt barn, sum ber brek. Eisini hevur tað týdning, at barnið fær neyðugan stuðul í familjuni og at familjan fær neyðuga námsfrøðiliga vegleiðing. Umráðandi er, at tvørfaklig ráðgevandi toymi verða skipaði við fólki, ið hava breiða námsfrøðiliga og terapeutiska vitan. Samstundis er eisini neyðugt, at starvsfólk, sum virka sum ráðgevar, hava neyðug amboð at koma inn í heimið hjá familjuni og møta og rúma familjuni, har hon er. Mælt verður til, at tænastulógin ásetir skyldu at skjalfesta, har tað verður mett neyðugt og gevur meining. Skjalfestingarskyldan eigur at vera avmarkað soleiðis,at hon ikki tekur tíð frá borgaranum. Mælt verður til, at tilgongdin hjá Almannaverkinum at gera tað einfalt fyri borgaran heldur áfram, og um møguligt verður styrkt. Mælt verður til, at Almannaverkið fær ein sokallaðan borgaraportal, har borgarin sjálvur ella saman við avvarðandi kann síggja, hvørjar tænastur eru og sjálvur kann søkja um tænasturnar beinleiðis á netinum eins og í øðrum londum. Tað kann t.d. vera torført hjá eini familju, sum hevur fingið eitt barn, sum ber brek ella einum vaksnum, sum er innlagdur á Psykiatriska deplinum at skula fyrihalda seg til sína sosialu støðu. Um t.d. sosialráðgevarar vóru á staðnum, vildi tað verið ein munandi lætti fyri hesi at søkt um og fingið neyðuga hjálp í rættari tíð. 06 Mælt verður til, at allar familjur, sum hava tørv á tænastu frá fleiri myndugleikum, fáa eina samskipaða tænastu. Mælt verður til, at familjur, sum hava børn, sum bera brek, fáa málrættaða og dygdargóða familjuráðgeving á høgum fakligum støði. Mælt verður til, at Almannaverkið í størri mun enn higartil kemur út har borgarin er. Viðlíkahaldsvenjing skal skipast Viðlíkahaldsvenjing er málrættað venjing, sum skal forða fyri førleikamissi, og fasthalda ella betra um verandi førleika. Viðlíkahaldsvenjing fevnir bæði um likamligar og sálarligar førleikar og hegni. Arbeiðsbólkurin er samdur um, at tænastan eigur at verða skipað í Almannaverkinum saman við endurvenjingini. Arbeiðsbólkurin metir tó, at eitt neyvari útgreiningararbeiði má gerast, áðrenn viðlíkahaldsvenjingin verður skipað sum tænasta. í hesum sambandi skal arbeiðsbólkurin vísa á, at neyðugt er at lýsa og staðfesta munin á viðlíkahalds- venjing frá tí almenna og so teirri venjing, sum borgarin kann fáa stuðul umvegis Heilsutrygd. Endurvenjing skal styrkjast og samskipast við aðrar myndugleikar Arbeiðsbólkurin metir, at verandi heimild til at veita endurvenjing eigur at verða ásett í tænastulógini soleiðis, at tað framhaldandi verður greitt, at tað eru borgarar 18-66 ár og í serligum førum 16-17 ár, sum kunnu fáa endurvenjing fyri at varðveita ella fáa tilknýti til arbeiðs- marknaðin ella fyri at klára seg við so lítlari hjálp sum gjørligt. Harafturat metir arbeiðsbólkurin, at tilráðingarnar í tilmælinum Ein samskipað endurvenjing um at fáa í lag eitt skipað samstarv millum heilsuverkið, Almannaverkið og kommunala geiran eiga at setast í verk soleiðis, at partarnir í felag tryggja, at borgarin fær eina samskipaða endurvenjingartænastu. Stuðulstænastur skulu styrkjast Stuðulstænastur eru tænastur, sum kunnu stuðla undir, at borgarar, sum bera brek, kunnu hava ein virknan og inni- haldsríkan gerandisdag á jøvnum føti við aðrar føroyingar. Harumframt kunnu stuðulstænasturnar viðvirka til, at borgarin kann mennast og stuðlast til at klára seg við so lítlari hjálp sum gjørligt. í triðja lagi eru verandi stuðuls- tænastur at rokna sum umlættingartilboð til familjuna hjá borgaranum, sum ber brek. Harafturat kunnu stuðuls- tænastur viðvirka til, at borgarar, sum bera brek, ikki hava tørv á vardum bústaði ella minni vardum bústaði. Arbeiðsbólkurin metir, at játtanin til stuðulstænasturnar eigur at verða hækkað soleiðis, at fleiri borgarar, sum hava tørv á tænastu, fáa hesa og at tey, sum fáa stuðulstænastu, kunnu fáa ta tænastu tey metast hava tørv á. BPA skipan skal setast á stovn BPA stendur fyri borgarastýrd persónlig atstøða og merkir hetta, at ein borgari, sum hevur tørv á stuðli, sjálvur virkar sum arbeiðsgevari og arbeiðsleiðari hjá teimum, sum veita tænastuna. í uppgávuni at vera arbeiðsgevari liggur setan av starvsfólki, umsiting av løn og øðrum starvsfólka- viðurskiftum. Sum arbeiðsleiðari skal ein avgera, hvør skal røkja uppgávuna, hvat stuðulin skal brúkast til og hvussu ein arbeiðsætlan skal leggjast til rættis. Borgarin verður visiteraður til tænastuna útfrá eini tørvsmeting av, hvussu nógvum tímum viðkomandi hevur tørv á og um BPA verður mett at vera tann rætta skipanin til viðkomandi. Síðani fær viðkomandi eina fíggjarliga játtan svarandi til hetta at umsita eftir nærri ásettum reglum. Arbeiðsbólkurin metir, at BPA eigur at fevna um fylgjara- uppgávur og stuðulstímar/umlætting. BPA eigur ikki at fevna um sernámsfrøðiligar uppgávur, sum krevja sernámsfrøðiligar førleikar, røktaruppgávur, sum liggja 07 Mælt verður til at skipa viðlíkahaldsvenjing í Føroyum, og at heimild til veita víðlíkahaldsvenjing verður staðfest í tænastulógini, undir hesum hvør, ið hevur rætt til viðlíkahaldsvenjing og undir hvørjum treytum. Mælt verður til at varðveita verandi stuðulstænastur og styrkja hesar soleiðis, at tørvurin á tænastu verðurnøktaður, og at greið heimild til at veita tær tænastur, sum eru, t.e. stuðulstænasta, fylgjari, náttarvakt, umlætting, frítíðar- tilboð/frítíðarklubb o.s.fr., verður ásett í tænastulógini. Mælt verður til, at verandi heimild at veita endurvenjing verður ásett í tænastulógini, og at tænastan stig- og miðvíst verður styrkt soleiðis, at borgarar sum hava tørv á tænastuni kunnu fáa hesa. Mælt verður til at samskipa tænastuna millum Almannaverkið, heilsuverk og kommunurnar. Mælt verður til at seta eina BPA-skipan á stovn í Føroyum og at heimildin til at veita hesa tænastu verður ásett í tænastulógini. uttan fyri tað, sum ein stuðul kann lærast upp til, ergo- og fysioterapi ella aðrar heilsufakligar seruppgávur. Limir í bólkinum eru tó ikki samdir um, hvørjar treytir skulu setast borgarum, ið fáa hesa tænastu og hvussu umfatandi leikluturin hjá borgaranum skal vera í mun til virka sum arbeiðsgevari og arbeiðsleiðari. Ein loysn er, at farið verður hóvliga fram eins og í granna- londunum soleiðis, at farið verður undir at skipa eina BPA skipan, sum - í fyrstu syftu - leggur upp til, at Almanna- verkið hevur arbeiðsgevaraleiklutin, og at borgarin sjálvur skal megna at útføra arbeiðsleiðaraleiklutin sum er at avgera, hvør settur verður í starv, hvussu og nær stuðuls- tímarnir verða brúktir. Er talan um børn, eru tað foreldrini/ verjar, sum avgera, hvør settur verður í starv og hvussu og nær stuðulstímarnir verða brúktir. Tá skipanin er komin í eina fastari legu, kann BPA skipanin mið- og stigvíst víðkast til at fevna um allar borgarar. Virknistænastur skulu styrkjast Virknistænastur geva borgarum møguleika at varðveita ella betra um persónligar førleikar ella lívskor við at arbeiða. Virknistænastur eru við til at geva borgaranum kensluna av at megna nakað sjálvur og at hava ein leiklut og týdning í felagsskapinum. Virknistænastur fevna um vard verkstøð, verkhús og tilhaldsstøð og kunnu eisini skipast sum sjálvhjálparbólkar, ráðgeving og uppsøkjandi arbeiði. Sum er, hava Almanna- verkið, Sjóndepilin, Fountainhúsið og Dugni virknistænastur og metir arbeiðsbólkurin, at verandi tænastur eiga at verða varðveittar. Tilgongdin at skipa tænasturnar við endurmenning og menning í huga eigur at halda áfram og verða víðkað soleiðis, at tænastan í størri mun enn higartil verður veitt við støði í førleikum og ynskjum hjá einstaka borgaranum. Miðast skal eftir, at so nógv sum gjørligt, sum ynskja og megna tað, kunnu luttaka á vanliga arbeiðsmarknaðinum. 08 Flutningstænasta skal skipast Sambært grein 20 í Breksáttmálanum, skulu limalondini taka munadygg stig til at tryggja persónligt flytføri við størst møguligum sjálvbjargni hjá fólki, ið bera brek, m.a. við at lætta um flytføri hjá fólki, ið bera brek, á tann hátt og til ta tíð, tey ynskja og fyri rímiligan kostnað. Arbeiðsbólkurin er samdur um, at tørvur er á at fáa skipaði flutningsviðurskifti til borgarar, ið bera brek og sum ikki eru førir fyri at koyra í egnum bili, ella nýta almenna ferða- sambandið. Tørvur er á skipaðum flutningsviðurskiftum kring alt landið og tvørtur um kommunumørk. Mælt verður til, at heimild verður sett í tænastulógini at veita flutningstænastu. Mælt verður til, at flutningstænasta kann veitast sum fíggjarligur stuðul, soleiðis, at borgarin hevur frælsi at vitja familju og vinir, luttaka í mentunarlívinum, gera persónlig ørindi o.a. Mælt verður til, at flutningur verður partur av tænastuni í sambandi við, at borgarin fær virknistænastu, dagtilboð ella líknandi dagliga tænastu uttanfyri heimið. Arbeiðsbólkurin hevur ikki viðgjørt nærri, hvussu ein flutningstænasta best verður skipað í Føroyum, men mælt verður til, at tænastan verður so mikið smidlig, at hon tekur hædd fyri, at almenna ferðasambandið ikki er eins gott kring alt landið, og at avmarkingarnar hjá borgaranum kunnu vera sera ymiskar, alt eftir, hvat brek talan er um,og eftir, hvør flutningstænasta verður veitt. Tað eru fleiri myndugleikar, sum veita ymiskar tænastur til somu borgarar og mælir arbeiðsbólkurin til, at hesir myndugleikar í felag fara undir at skipa soleiðis fyri, at borgarar, sum bera brek, kunnu ferðast á jøvnum føti við aðrar føroyingar. í hesum sambandi eigur at verða umrøtt, um Serflutningsskipan landsins kundi verið ein lands- fevnandi tænasta. Tænasta til fólk við hoyribreki Samskifti er ein týðandi lutur í at vera menniskja, og er grundarlagið undir nærum allari sosialari samveru millum menniskju og er ein fortreyt fyri at kunna liva og virka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Sambært geiraábyrgdini hava føroyskir myndugleikar, ið veita tænastur til borgarar, skyldu at tryggja og rinda fyri,at tænastan verður veitt øllum borgarum, undir hesum fólki, Mælt verður til, at verandi heimild at veita virknistænastur verður ásett í tænastulógini, og at tað verður greitt, hvør hevur rætt til virknistænastu og undir hvørjum treytum. Mælt verður til, at virknistænasturnar verða styrktar soleiðis, at borgarar, sum bera brek, kunnu hava eitt virkið arbeiðslív. ið hava hoyribrek. Sum dømi kann nevnast, at skúlaverkið rindar fyri tulkatænastu til næmingar, ið hava hoyribrek. Heilsutrygd rindar teknmálstulk í sambandi við lækna- viðtalur og Kringvarpið rindar fyri at teknmálstulka tíðindasendingar. Ongar reglur eru tó í lóggávu um tulkatænastur til fólk, ið hava hoyribrek, og har myndugleikar ikki hava skyldu at rinda. Teknmálstulkatænastan, ið er ein sjálvstýrandi eind, veitir tulk í øllum sløgum av samskifti millum hoyrandi, tunghoyrd og deyv, og har almenn upplýsing og tiltøk fara fram, men Teknmálstulkatænastan er ikki skipað við lóg. Fleiri og fjøltáttaðir bústaðir skulu byggjast Fólk, sum bera brek eru ymisk, hava ymiskan tørv og ymisk ynskir eisini í mun til bústaðir og soleiðis er eisini hjá borgarunum, ið fáa bútilboð frá Almannaverkinum. Talan er um fólk við fjølbreki, menningartarni, autismu, seinheila- skaða og sálarsjúku, og talan er um fólk í øllum aldri. Onkur borgari trívist best í einum kamari, meðan aðrir hava tørv á stórum íbúðum. Nakrir borgarar ynskja og hava gott av at vera saman við nógvum fólki, meðan onnur hava tað best við at vera einsamøll. Børn kunnu hava størri tørv á felagshølum og at kenna seg sum part av einum felagsskapi enn vaksin fólk. Hetta setir onnur krøv til teir bústaðirnar, ið verða útvegaðir til børn. Tað er ein sannroynd, at eisini fólk, sum bera brek, liva longri í dag enn áður og setir hetta eisini krøv til bústaðin. Hetta fjølbroytnið eigur bústaðarmarknaðurin at kunna bjóða. Samstundis er torført greitt at áseta, hvat ein nøktandi bústaður er fyri allar borgarar. Arbeiðsbólkurin vísir á, at tað er sera týdningarmikið at bygt verður, har tørvurin er størstur, og at tilgongdin hjá Almannamálaráðnum og Bústøðum til at útvega fleiri vardar bústaðir heldur áfram og verður styrkt soleiðis, at øll fáa ein hóskandi bústað og soleiðis, at hvør einstakur borgari harvið eisini fær størri sjálvræði. Arbeiðsbólkurin vísur á, at bústaðarmarknaðurin til fólk, sum bera brek, skal vera fjøltáttaður soleiðis, at bústaðurin kann standa mát við tørvin og ynskini hjá tí einstaka, og soleiðis at borgarin hevur ein veruligan møguleika at velja sær bústað, at velja hvørjum hann ynskir at búgva saman við, og hava møguleika fyri at flyta bústað, eins og onnur. Arbeiðsbólkurin vil vísa á týdningin av, at tað í størst møguligan mun verður bygt til endamálið heldur enn at hildið verður áfram at leiga sethús, sum ikki eru bygd til endamálið. Arbeiðsbólkurin vísir á, at tað er serstakliga umráðandi, at fólk, ið bera brek, hava pláss at fáa vitjan av næstringum o.ø., eins og borgarin skal hava møguleika at gera mat í egnari íbúð. Arbeiðsbólkurin er ikki samdur um, um fermetratal á vardu bústøðunum skal setast á. Javni mælir til, at hvør borgari skal hava eina íbúð á í minsta lagi 55-60 fermetrar umframt felagshølini. MBF vísir á, at 35 fermetrar til privata nýtslu er ov lítið, og mælir til, at hvør borgari í minsta lagi fær 55-60 fermetrar til privata nýtslu. í tann mun vardir bústaðir hava felagshøli eigur hetta at vera afturat privata rúminum hjá borgaranum. Arbeiðsbólkurin er heldur ikki á einum máli um fyrimunin við, at vardir bústaðir hava felagshøli. Tað, sum talar ímóti felagshølum er, at tænastan í staðin fyri at taka støði í hvørjum einstøkum borgara, verður veitt úti í felagshølinum, og at borgarar við hesum í ov stóran mun noyðast at laga seg til hvønn annan. Fyri felagshølum talar, at fólk, ið bera brek eru eins ymisk og onnur, men um hesi bert skulu búgva í sjálvstøðugum íbúðum uttan felagshøli, so er vandi fyri isolatión og 09 Mælt verður til, at borgarar fáa ávís lógartryggjaði rættindi til samskifti og møguliga ráðgeving og at virksemið hjá Teknmálstulkatænastuni verður skipað við lóg. Mælt verður til, at borgarar fáa høvi at velja ímillum sjálvstøðugar bústaðir so sum vanligar íbúðir og búfelags- skapir, og meira kollektivar bústaðir so sum sambýli og røktarbústaðir. Mælt verður til, at vardir bústaðir eru á hædd við vanligar bústaðir og at allir vardir bústaðir hava køk, stovu, baðirúm og kamar, umframt goymslurúm. Mælt verður til, at verandi heimildir at veita vardan bústað verða ásettar í tænastulógini soleiðis, at tað er greitt, hvør kann fáa ávikavist fyribils ella varandi bústað og undir hvørjum treytum. einsemi. Alt eftir brekinum, kann tað vera ein avbjóðing fysiskt at flyta seg ímillum íbúðir, eins og tað kann vera ein avbjóðing at skapa kontaktir við onnur soleiðis og á ein hátt, at sosiali tørvurin verður nøktaður. Arbeiðsbólkurin er tí samdur um, at ávísir persónar, ið bera brek, kunnu hava gleði og tørv á felagshølum, men at tað er umráðandi, at felagshølini ikki verða nýtt sum karmur um felags tænastu, soleiðis, at tænastan til einstaka borgaran ikki tekur støði í ynski og tørvi hjá viðkomandi. Arbeiðsbólkurin metir, at allir almennir bústaðir eiga at verða bygdir í algildum sniði, sum tryggjar at bústaðirnir kunnu rúma øllum lívsskeiðum hjá borgarum. Arbeiðsbólkurin vísir somuleiðis á, at allir almennir leigu- bústaðir og ikki bert vardir bústaðir, eiga at verða bygdir í algildum sniði, og at hetta eigur at verða ásett í Bústaða- politikki landsins. Algilda sniðið eigur at síggjast aftur bæði innandura í mun til koyristólspláss í øllum rúmum og lyftum, og uttandura í mun til rampur, álegging av flísum o.ø. Við hesum fáa borgarar, ið bera brek, javnbjóðis møguleikar at búgva í einum almennum leigubústaði, og verða ikki fysisku karmarnir ein forðing fyri, um ein borgari kann fáa tillutað ein almennan leigubústað heldur enn ein vardan bústað. Heldur ikki vera fysisku karmarnir forðing fyri, at persónar, ið bera brek, kunnu vitja grannar ella onnur, ið búgva í einum almennum bústaði. Harumframt vilja bústaðir í algildum sniði taka hædd fyri, at borgarar, ið fáa ellisbrek, kunnu búgva sum longst í egnum heimi. Royndirnar uttanlands vísa, at tað er dýrari at fáa ein verandi bygning at lúka krøvini um algilt snið, enn at byggja algilt frá byrjan.Arbeiðsbólkurin vísir á, at verandi støða við manglandi endurnýggjan og viðlíkahaldi av vardum bústaði er óvirðilig, bæði fyri starvsfólk og búfólk. 10 Tænasta í vardum bústaði skal styrkjast og í størri mun skiljast frá bústaðnum Arbeiðsbólkurin metir, at stig eiga at verða tikin til, at tænastan í vardu bústøðunum verður meira málrættað einstaka borgaranum soleiðis, at borgarin kann fáa eitt meira sjálvstøðugt lív óheft av sambúgvunum. Hetta kann gerast við at geva øllum borgarum, sum fáa vardan bústað møguleika fyri at fáa fylgjara soleiðis, at borgarin kann fáa eitt meira sjálvstøðugt lív óheft av hinum búfólkunum. Tímarnir eiga ikki at vera tengdir at arbeiðsætlanini í varda bústaðnum tí tað kann avmarka møguleikarnar hjá borgarunum. Hetta hevði verið í samsvari við hugsjónina um sjálvsavgerðarrætt, ávirkan á egið lív og minsta inntriv eisini til borgarar, sum hava tørv á at búgva í vardum bústøðum. á henda hátt kann tænasta gerast meira málrættað í mun til tørvin hjá einstaka borgaranum. Samstundis kann ein slík tørvsmeting síggjast sum eitt gott amboð hjá myndug- leikanum at áseta játtanina, tænastustøðið og starvs- fólkorkuna heldur enn at áseta starvsfólkanormering í lóggávu. Borgarin skal ikki takast av ræði Sum meginregla er ongantíð loyvt hjá starvsfólki at nýta tvingsil og vald í sambandi við røkt og umsorgan av borgarum. Allir borgarar hava rætt at taka avgerðir um egið lív og virki eins og rætt til at takka nei til tilboð um hjálp og stuðul. Rætturin er eitt nú staðfestur í Evropiska Mannarættindasáttmálanum og Breksáttmálanum. Rætturin er galdandi uttan mun til, um borgarin er førur fyri at geva samtykki ella ei. Tó kunnu vera støður har hesin sjálvræðisrættur eigurat avmarkast. Hetta eru støður, har eitt nú vandin fyri umsorganarsviki merkir, at serlig átøk mugu setast í verk Mælt verður til, at allir vardir bústaðir verða bygdir í algildum sniði, sum tryggjar, at bústaðirnir kunnu rúma øllum lívsskeiðum hjá borgarum. Mælt verður til, at endurnýggjan og viðlíkahald av verandi og nýggjum bústøðum verður raðfest. Mælt verður til, at skilja tænastuna og bústaðin soleiðis, at tað verður ásett ein grundtænasta, sum er knýtt at einstaka bústaðnum og at tað harafturat við støði í førleikum og tørvi hjá borgaranum verður tillutað eitt ávíst tímatal, sum er meira málrættað einstaka borgaranum. Mælt verður til, at almennu Føroyar hava neyvar ásetingar um, hvat tað merkir at byggja í algildum sniði, og at manna- gongdir verða settar í verk hjá almennum byggiharrum, ið tryggja, at almennir bústaðir verða gjørdir í algildum sniði. mótvegis einstaka borgaranum. Eisini kunnu hetta vera støður, har beinleiðis vandi er fyri heilsu og lívi hjá viðkomandi borgara ella øðrum í hansara nærumhvørvi, ella støður har atlit mugu takast til tignina hjá tí einstaka borgaranum. Arbeiðsbólkurin metir, at tað er ein stórur vansi fyri rættar- trygdina hjá bæði borgarum og starvsfólkum, at lógar- heimildargrundarlagið fyri tvingsilsinntrivum í summum førum vantar og í øðrum førum er ógreitt. Hóast Almanna- verkið hevur ment góðar mannagongdir og skipanir, so kunnu hesar ongantíð einsamallar skipa viðurskifti, ið annars krevja greiða lógarheimild. álit og eftirlit Tá Almannaverkið bjóðar borgara eina tænastu ella bústað, hevur Almannaverkið eisini ábyrgdina av, at tænastan ella bústaðarviðurskiftini eru veitt á fullgóðum grundarlagi.Tað vil siga, at Almannaverkið eitt nú hevur ábyrgdina av, at sosialnámsfrøðiligi stuðulin verður veittur av røttu starvsfólkunum á einum hollum fakligum grundarlagi, og at borgarar og starvsfólk húsast undir tryggum og hóskandi umstøðum. Arbeiðsbólkurin metir, at tað er óheppið fyri rættartrygdina hjá borgaranum, at eftirlitsskyldan ikki er nágreinað meira í lóggávu. Eftirlit hevur alstóran týdning til tess at skapa álit, tryggja dygd og veita tryggar umstøður, bæði fyri starvsfólk og teir borgarar, ið gagnnýta tænasturnar. Heimildin skal m.a. tryggja, at borgarin er tryggur og trívist, at dygdin í veittu tænastuni er í lagi, at bústaðarviðurskiftini eru nøktandi og at viðkomandi og neyðugi starvsfólka- hópurin er um borgaran. Arbeiðsbólkurin ásannar, at styrkin í einum eftirliti er at finna í tí áliti, ið borgarin hevur á eftirlitinum. Harafturat metir arbeiðsbólkurin, at tað er týdningarmikið, at starvsfólk ikki kenna seg kroyst av eftirlitinum í teirra dagliga arbeiði. Slíkt kann nerva arbeiðsgongdina hjá starvsfólki óneyðugt. Tískil er tað av stórum týdningi, at eftirlitið verður skipað á ein hátt, ið stuðlar undir fakliga støðið hjá starvsfólkunum og stimbrar undir menning. Aðalmálið eigur at vera, at eftirlitið altíð verður skipað soleiðis, at tað verður fatað sum ein viðleikari heldur enn ein mótleikari. Tvørfakligt samstarv Tilmælini um styrktar og nýggjar tænastur krevja fleiri starvsfólk. Tænasturnar eru nógvar og ymiskar og seta krøv til, at tað er nóg nógv starvsfólk, og at starvsfólkini eru væl skikkað í mun til ta tænastu, sum tey veita. Tørvur er á at hava ymiskar fakbólkar og hevur tað alstóran týdning, at tey starvsfólk, ið veita tænastuna til borgaran, megna at arbeiða saman til frama fyri, at borgarin og tørvur hansara javnt og samt eru í miðdeplinum. Tað kann vera ein avbjóðing at samansjóða sjónarmiðini í einum breiðum starvsfólkahópi, tá tænastan skal leggjast til rættis og veitast. Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt tvør- fakligt samstarv og hava øll fakfeløgini lagt stóran dent á, at samstarv millum fakbólkar er neyðugt, men at tað er sera týdningarmikið, at tað í hvørjum einstøkum føri verður greitt, hvør tænastan er, hvørjir starvsbólkar megna at veita tænastuna, og um tað er neyðugt við fleiri starvsbólkum fyri at veita tænastuna. Tvørgeiraligt samstarv Fólk, ið bera brek hava ofta tørv á tænastum frá meira enn bert einum myndugleika. Heildartilboð er orð, ið týðum hevur verið á tungu, og er umráðandi, at ymisku geirarnir, myndugleikar og stovnar í felag lyfta uppgávuna á hvørjum øki sær. Fyri at geirar, myndugleikar og stovnar kunnu hava eitt mennandi samstarv, mugu skipanirnar undir einstøku 11 Mælt verður til, at eftirlitsátøk verða skipaði soleiðis, at tey í mest møguligan mun taka borgaran við upp á ráð. Mælt verður til at áseta neyðuga lógarheimild í mun til tvingsil og onnur inntriv í persónliga frælsið í tænastulógini, og at meginreglan um minstainntriv verður staðfest í lógini soleiðis, at tað er greitt, at tvingsilsinntriv og onnur inntriví sjálvsavgerðarrættin bara eru amboð, ið skulu nýtast, tá einki annað munar. Mælt verður til, at tað í so stóran mun sum gjørligt, har tað er neyðugt og gevur meining, verður arbeitt tvørfakligt tá tænasturnar verða veittar soleiðis, at borgarin fær eina dygdargóða tænastu. Mælt verður til at áseta greiða eftirlitsheimild í tænastu- lógini, til tess at styrkja rættartrygd borgarans. aðalráðunum virka á nøktandi hátt. Skulu tænastur til fólk, sum bera brek, veruliga flyta seg, er umráðandi at arbeitt verður miðvíst umframt, at arbeiðið verður raðfest av øllum myndugleikum samstundis. Skulu heildartilboð setast á stovn, er neyðugt, at politiskar semjur verða gjørdar millum stjórnarráðini og kommunala geiran og at politiskt bindandi avtalur verða gjørdar, sum nágreina, hvussu hesi tilboð skulu skipast. í hesum sambandi er neyðugt at talan verður um formaliserað samstarv á øllum stigum og at orka verður sett av til at menna samskipanina til frama fyri borgaran. Mælt verður til, at politisku myndugleikarnir arbeiðamið- og stigvíst við at menna samstarv tvørtur um geirar, myndugleikar og stovnar, á øllum stigum, og í størri mun enn higartil, fara undir felags átøk og seta neyðuga orku av til tvørgeiraligt samstarv. 12 014