Tilmæli Ferðavinnuútbúgving í Miðnám í Vestmanna Mentamálaráðið mai 2017 Innihalds yvirlit Kap. 1 Inngangur Ferðavinnan í Føroyum er í støðugum vøkstri og hevur verið tað tey seinastu árini. Hetta merkist alt árið, men serligt trýst er á ferðavinnuni í summarhálvuni. í álitinum frá Fíggjarnevndini til fíggjarlógaruppskotið 2017, sigur meirilutin soleiðis: Ferðavinnan er í vøkstri, og meirilutin heldur, at tíðin er komin at seta í verk eina ferðavinnuútbúgving. ásannast má, at búskaparvøksturin ikki er so týðiligur alla staðni í landinum, og meirilutin heldur tí, at ferðavinnuútbúgvingin skal setast á stovn og staðsetast á Tilfeingisskúlanum (Fiskivinnuskúlanum) í Vestmanna. í ársfrágreiðingini 2016 hjá Visit Faroe Islands verður sagt, at umsetningurin í ferðavinnuni er vaksin frá at vera 416 mió. kr. í 2011 til 665 mió. kr. í 2015, ella ein vøkstur uppá 249 mió. kr. (sí fylgiskjal 1). Hetta merkir samstundis, at talið av ársverkum í ferðavinnuni økist. Sambært somu ársfrágreiðing verður sagt, at samlaða talið av ársverkum liggur um 470 ársverk fyri ta innkomandi ferðavinnuna. Hagstovan metir, at umleið 900 ársverk eru knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð, tá ikki einans tann innkomandi ferðavinnan er roknað við. Tað hevur týdning at menna førleikarnar hjá teimum, ið starvast í ferðavinnuni, og at støðið og góðskan á upplivingum er á høgum støði. Tað skulu eisini vera fleiri tilboð í ferðavinnuni hjá ferðafólki at fara til, og tí er neyðugt at birta áhuga fyri øllum tí ymiska, sum Føroyar hava at bjóða. Tí er stórur tørvur á at skipa fyri skeiðum og útbúgving fyri fólki, sum hava samband við ferðafólk í tí dagliga, og geva teimum eitt gott grundarlag og førleikar at byggja sítt virksemi á. 1.1 Arbeiðssetningur fyri ferðavinnuútbúgving í Miðnám í Vestmanna á løgtingsfíggjarlógini fyri 2017 er peningur játtaður til eina nýggja útbúgving í Miðnám í Vestmanna. útbúgvingin skal vera innan ferðavinnu og er ein nýggj útbúgving her á landi. Umhugsað hevur verið, hvussu henda útbúgving skal skipast innihaldsliga, um talan skal verða um eina gymnasiala útbúgving ella útbúgving á øðrum støði. Landsstýriskvinnan hevur tí gjørt av at seta eina nevnd, ið umboðar allar partar innan ferðavinnuøkið, at koma við eini tilráðing um, hvussu best er at leggja eina slíka útbúgving til rættis, bæði viðvíkjandi innihaldi, útbúgvingarlongd, og hvørjir víðari møguleikar eru hjá teimum lesandi, tá tey eru liðug við útbúgvingina. Arbeiðssetningurin hjá nevndini verður: At koma við einum tilmæli um, hvat innihaldið í útbúgvingini skal fata um 2  hvørjar lærugreinar útbúgvingin skal fevna um, og á hvørjum torleikastigi A, B, C, D, E, ella F undirvísingin skal vera  nær ávísu lærugreinarnar skulu takast inn í útbúgvingina  um ástøðiligir partar av útbúgvingini kunnu gerast í samstarvi við verandi útbúgvingarstovnar  møgulig starvsvenjingartíðarskeið hjá næmingunum  ástøðiligir førleikar hjá næmingunum fyri at kunna koma inn á útbúgvingina  útbúgvingarlongd Harumframt skal metast um, hvørjar víðariútbúgvingarmøguleikar henda ferðavinnuútbúgvingin gevur atgongd til og framtíðar starvsvinnumøguleikar hjá fólki við hesi útbúgving. Av tí at útbúgvingin skal byrja í august í ár, verður nevndin vinarligast biðin um at gera arbeiði sítt liðugt og handa landsstýriskvinnuni tilmæli sítt 1. apríl 2017. Seinni broytt til 1. mai 2017. í arbeiðsbólkinum hava sitið: Eyðun Gaard, formaður, YrkisdepilinOystein Sørensen, fulltrúi, MentamálaráðiðJákup Andreasen, skúlastjóri, Miðnám í VestmannaGuðrið Højgaard, stjóri, Visit Faroe IslandsJóhan Pauli Helgason, fulltrúi, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið Hilda Thomsen, tilmæli frá GlasirIngibjørg O. Petersen, skrivari, Mentamálaráðið 1.2 Arbeiðsháttur Arbeiðsbólkurin hevur bert havt tveir mánaðir at koma við einum tilmæli, tí umráðandi er at byrja fyrireikandi arbeiðið skjótast gjørligt. Tilmælið er tí merkt av, at farið verður ikki niður í dýpdina við øllum evnum, men komið verður við tilráðingum um, hvat skilabest er at fara í gongd við beinanvegin, og hvat eigur at verða arbeitt víðari við. Umframt at hava havt fundir í arbeiðsbólkinum, hevur verið samskift við Ferðavinnufelagið í Vinnuhúsinum og Visit Tórshavn. Harumframt hava telefonsamrøður verið við áhugapartar frá vinnuni. Arbeiðsbólkurin hevur eisini havt fund við løgtingsmenninar, ið løgdu uppskotið fram í Fíggjarnevndini. Tilmælið er bygt upp á tann hátt, at fyrst kemur uppskot um, hvussu ein møguligur útbúgvingarleistur kann skipast. Harnæst kemur tilmælið um, hvat eigur at gerast fyrst, og hvat skal arbeiðast víðari við. Tilmælið til aldursbólkin 16 ár og fram skal takast meira sum ein áheitan um at hugsa ferðavinnuna 3 inn í miðnámsskúlan sum heild, og kanska serliga yrkisútbúgvingarliga. Hetta er serliga eitt ynski frá Ferðavinnufelagnum. Kap. 2 útbúgvingarleistur 2.1 Ferðaleiðaraskeið Mett verður, at stórur tørvur er á at førleikamenna verandi ferðaleiðarar og at útbúgva nýggjar. Tað hevur verið sera avmarkað við tilboðum um at førleikamenna seg sum ferðaleiðari, og er tað tí sera avmarkað við ferðaleiðarum, sum vita nakað um Føroyar sum land og ferðavinnuland. Ferðaleiðaraskeiðið hevur bert eina ferð í nýggjari tíð verið útboðið á Skeiðsdeplinum í Tórshavn. Ætlanin er at byggja víðari uppá tað ferðaleiðaraskeiðið, sum var eitt góðkent yrkisskeið. Málbólkur Málbólkurin fyri ferðaleiðaraskeiðið eru tey, sum longu virka innan ferðavinnu sum t.d. ferðaleiðarar, tænastufólk og hýruvognsførarar. Somuleiðis eru tey, ið kundu hugsað sær at arbeitt sum ferðaleiðari, eisini ein málbólkur. Privatar vinnur taka seg upp í ferðavinnuni, og fyri hesi starvsfólk, er ferðaleiðaraskeiðið somuleiðis ein góður møguleiki at nema sær servitan um Føroyar sum ferðamannaland. Innihald Mælt verður til at útbúgva ferðaleiðarar so hesi fáa kunnleika innan ávís øki, t.d. fjallatúrar, busstúrar og sjótúrar. Frálæra eigur at verða givin í millum annað mikrofonteknikki, vinnulívi, gongd í haga, trygd, djóralívi, náttúruvernd, jarðfrøði, mentan, søgu, politikki og samfelag. Fyrsta hjálp, samskifti, búskapur og praktiskar venjingar eiga eisini at vera partur av skeiðinum. Víst verður annars til fylgiskjal 2 viðvíkjandi innihaldi í ferðaleiðaraskeiðinum. Ferðaleiðaraskeiðið skal vera umleið 200 undirvísingartímar. Umleið 70 tímar skulu brúkast til praktiska undirvísing, vistarskeið og onnur skeið, t.d. busstúrar, fjallatúrar, túr undir Vestmannabjørgini umframt aðrar túrar. Hinir umleið 130 tímarnir skulu brúkast til ástøðiliga undirvísing. Mælt verður til, at skeiðið byrjar fyrst í september 2017, og verður liðugt um hálvan apríl 2018. Skeiðið skal enda við próvtøku, har mett verður, um skeiðið er staðið ella ikki staðið. Mælt verður til at skipa skeiðið sum kvøld- og vikuskiftisskeið. Arbeiðsbólkurin heldur eisini, at tað skal bera til at luttaka partvís á skeiðinum, t.d. innan eitt ávíst økið. Eitt dømi um hetta er at skipa skeiðið í eitt ella fleiri modul á umleið 20 tímar, sum bara er 4 tænasturættað. Hesi styttri modulini eru ætlað fólki, sum taka ímóti ferðafólki lokalt t.d. á søvnum, gørðum ella móttøkufólki, hýruvognsførarum og øðrum. Ein annar møguleiki er at geva fólki møguleika at førleikamenna seg innan gongutúrar í náttúruni, soleiðis at høvi verður at nema sær serliga vitan um náttúrufyribrigdi, vernd, trygd, djóralív o.a. Mett verður, at skeiðið eigur at verða bjóðað út 3. hvørt ár ella eftir tørvi. Upptøka Treytin fyri upptøku er, at umsøkjarin hevur fylt 21 ár, tá ið skeiðið byrjar. Umsøkjarin skal hava góðan málsligan førleika í einum ella fleiri fremmandamálum á í minsta lagi B-stigi. í ávísum føri kann upptøka harumframt fara fram við støði í einari upptøkusamrøðu. 2.2 Ferðavinnuútbúgving í okkara grannalondum finnast ymiskar útbúgvingar innan ferðavinnu á akademiskum støði, ið fleiri føroyingar eisini lesa á. útbúgvingarmøguleikarnir innan ferðavinnu eru tí fleiri, men sambært føroysku ferðavinnuni er tørvur á einari føroyskari ferðavinnuútbúgving, har serligur dentur verður lagdur á praktiskar førleikar, íverksetan, menning, tænastu, sølu og marknaðarføring v.m., við støði í okkara egnu viðurskiftum. Umframt at arbeiðsbólkurin hevur tosað við ferðavinnuna um útbúgvingartørvin í Føroyum, hevur arbeiðsbólkurin eisini hugt eftir, hvussu ferðavinnuútbúgvingar eru skipaðar í t.d. íslandi og Danmark. Serliga tykjast tær íslendsku ferðavinnuútbúgvingarnar áhugaverdar, og hevur arbeiðsbólkurin tí serliga valt at hyggja nærri at teimum (sí fylgiskjal 3). Málbólkur Málbólkurin fyri ferðavinnuútbúgvingina eru tey, ið hava áhuga í ferðavinnuni umframt tey, ið longu starvast innan vinnuna og vilja víðarimenna seg ella byrja egið virksemi. Tey lesandi skulu vera fylt 19 ár, tá útbúgvingin byrjar. Innihald Arbeiðsbólkurin hevur umrøtt á hvørjum støði ferðavinnuútbúgvingin skal vera. Ein møguleiki, sum hevur verið umrøddur, er diplomstøðið. í Danmark er ein diplomútbúgving innan ferðavinnu, har lestrartíðin er 1 ár sum fulltíðarlesandi, og svarar útbúgvingin til 60 ECTS. Tey flestu, sum hava lokið hesa útbúgving starvast á ferðamannastovum og hjá ferðafyriskiparum, meðan onnur eru sjálvstøðug ella hava onnur arbeiði innan ferðavinnu. í íslandi finnast styttri framhaldsútbúgvingar, har endamálið er at fyrireika tey lesandi til at arbeiða innan ferðavinnuna, og í hesum sambandi geva teimum 5 praktiskar førleikar. Tær ferðavinnuútbúgvingar, sum arbeiðsbólkurin hevur hugt eftir í íslandi, taka vanliga 1 ár, umframt stutta starvsvenjing. Undirvíst verður vanliga um kvøldarnar. Arbeiðsbólkurin metir ikki, at tað hevur hægstu raðfesting at útbúgvingin er á diplomstøði, í fyrsta umfari. Tó hevði tað verið ein fyrimunur fyri føroysku útbúgvingina, at hon bæði var førleikagevandi til arbeiði og víðari lestur. Arbeiðsbólkurin mælir til at seta á stovn eina 1 ára ferðavinnuútbúgving við stuttari starvsvenjing (uml. 4 vikur). Yvirskipaða endamálið við útbúgvingini skal vera at geva teimum lesandi praktiskar førleikar, sum kunnu brúkast beinleiðis í ferðavinnuni. Mælt verður til, at útbúgvingin verður skipað sum fulltíðarlestur, við undirvísing í dagtímunum. Undirvísingin kann m.a. fara fram í hesum evnum:  Ferðavinna og ferðafólk sum vinnugrein  Føroyar sum ferðamannaland  Náttúruvernd  Leiðsla og fyrisiting av fyritøku  Marknaðarføring  Søla og tænasta  Trygd  Nýmenning (innovatión) Undirvísingin skal verða fjølbroytt og dentur skal leggjast á, at tey lesandi fáa vitan um náttúruna, hvussu vit verja náttúruna, søgu, floru, mentan, djóralív, vinnu, samfelag, list og bókmentir. Tey lesandi skulu fáa førleikar innan ráðlegging og fyriskipan av tiltøkum og túrum. Eisini er neyðugt at leggja dent á trygd og fyrstuhjálp, eins væl og neyðugt er at undirvísa í teimum handilsligu lærugreinunum so sum búskap, prísáseting, marknaðarføring, roknskap og vørumenning. Upptøka Treytin fyri upptøku er, at umsøkjarin hevur lokið gymnasiala miðnámsútbúgving ella tilsvarandi. Nóg nógvar vinnuligar royndir kunnu eisini geva atgongd. Umsøkjarin skal hava málsligan førleika í einum ella fleiri fremmandamálum á í minsta lagi B-stigi. í ávísum føri kann upptøka harumframt fara fram við støði í einari upptøkusamrøðu. 6 2.3 Tillaging av verandi miðnámsútbúgving Vinnan spyr eftir ungdómi við áhuga fyri íverksetan, ið duga at síggja nýggjar vinnumøguleikar og fyri at fáa nýggjar vinnur í ferðavinnuni. Arbeiðsbólkurin heldur tað tí vera týdningarmikið at hava hetta í huganum í víðari menningini av miðnámsskúlaskipanini. Møguleikar áttu at verið fyri at gera tillagingar í verandi gymnasialu breytaskipan og yrkisnámi. Málbólkur Málbólkurin eru tey ungu, ið koma úr fólkaskúla og søkja á miðnám. Innihald At fingið ferðavinnu sum part av miðnámi, hevði verið við til at skapt áhuga fyri ferðavinnu tíðliga í útbúgvingarleiðini. Hetta er eitt ynski frá vinnuni, og hesum er arbeiðsbólkurin samdur í. Arbeiðsbólkurin hevur tí umhugsað møguleikan at gera eina nýggja breyt í gymnasialu miðnámsskúlaskipanini í Vestmanna, men sambært Miðnám í Vestmanna verður trupult at fáa ferðavinnu inn sum eitt høvuðsevni í eini møguligari nýggjari breyt í skúlanum. Um tað er skilagott at gera eina nýggja breyt í gymnasialu breytaskipanini annars, vil arbeiðsbólkurin lata avvarðandi partar, myndugleika og ávísan skúla taka støðu til. Ein annar leistur at fáa ferðavinnu sum part av gymnasialu miðnámsútbúgvingini kann vera at endurskoða námsætlanirnar fyri ávísar lærugreinar, so hesar eisini innihaldsliga fevna um ferðavinnu. Møguligt hevði verið at tillaga lærugreinina Tilfeingi A, sum er ein lærugrein á 3. ári í Miðnám í Vestmanna. í lærugreinini eru 6 kjarnuøki ella valevni, hesi eru náttúrutilfeingi, aling, landbúnaður, fiskiskapur og veiða, framleiðsla úr náttúrutilfeingi og náttúrunýtsla, har ferða- og upplivingarvinna er partur av einum evni. Ferðavinna kundi verið eitt nýtt 7. kjarnuøki í hesi lærugrein. Skúlin velur hvørt ár 2 av kjarnuøkjunum til næmingarnar at arbeiða við. Ongin vissa er tí fyri, at ferðavinna sum kjarnuøkið ella evnið verður valt oftari enn 3. hvørt ár. Um námsætlanir skulu broytast, skulu tær vera klárar, tá søkjast skal á miðnám í 2018. Sambært ferðavinnuni hevði tað verið skilagott at hugt at FHS útbúgvingini, ið inniheldur nógvar av teimum grundleggjandi lærugreinunum, sum tørvur er á í yrkinum. T.d. kundi lærugreinin innovatión verið kravd lærugrein. Tað skal ikki nógv broytast í FHS útbúgvingini soleiðis at hon eisini nøktaði tørvin hjá ferðavinnuni. Hvussu hetta skal gerast, vil arbeiðsbólkurin lata avvarðandi partar, ið varða av FHS útbúgvingini, meta um. 7 Kap. 3 Hølisviðurskifti Ætlanin er at byggja upp eina fulltíðar ferðavinnuútbúgving í Vestmanna, og hildið verður, at tað er skilagott at lata alt ferðavinnu skeiðs- og útbúgvingarvirksemið húsast sama stað. Møguleiki kann tá vera fyri einum framtíðar tvísporaðum útbúgvingar- og skeiðsleisti í skúlanum í Vestmanna. Vestmanna hevur nógv ferðafólk árliga, og tá hugsað verður um teir praktisku møguleikarnir, so er tað upplagt hjá skeiðsluttakarum og næmingum annars at samstarva við ferðavinnuna á útbúgvingarstaðnum. Hetta eigur at vera gagnnýtt til fyrimuns fyri báðar partar lesandi og vinnu. Um 1 ára ferðavinnuútbúgvingin skal skipast sum eitt dagundirvísingar tilboð, eru hølisviðurskiftini í Miðnám í Vestmanna ein trupulleiki. í vanligari skúlatíð er bert eitt høli tøkt, sum í mesta lagi rúmar 12 næmingum. Skúlin hevur hartil eitt auditorium, ið rúmar 70 næmingum, har ljósviðurskifti tó gera, at hetta ikki er serliga væl egnað sum flokshøli. Um talan verður um kvøldundirvísing, eru hølir tøk. Kap. 4 Tilmælið í arbeiðsbólkinum hevur verið mett, at tað er mest skynsamt at byggja eina komandi ferðavinnuútbúgving upp í smáum, og tískil byrja við einum ferðaleiðaraskeiði. Ferðaleiðaraskeiðið skal byrja á heysti 2017, og eitt fólk eigur at verða sett skjótast gjørligt at fyrireika hetta arbeiðið. Síðani verður mælt til, at arbeitt verður víðari við at menna eina ferðavinnuútbúgving, ið eftir ætlan skal byrja í august 2018. Henda skal vera tillagað føroysk viðurskifti, og í so stóran mun sum til ber, taka hædd fyri eftirspurninginum í vinnuni. Tíðarbilið at fyrireika eina útbúgving at byrja í heyst er ov stutt. á miðnámsskúlastøði verður mælt til at endurskoða ávísa námsætlan, soleiðis at ferðavinna verður ein partur av undirvísingini í Miðnám í Vestmanna. Umframt hetta verður mælt til, at ferðavinna verður hugsað inn í FHS støðisútbúgvingina. 4.1 Ferðaleiðaraskeið Mælt verður við hesum til, at skipað verður fyri einum ferðaleiðaraskeiði, ið er ætlað verandi og nýggjum aktørum í ferðavinnuni, at byrja tíðliga í heyst 2017. Tað er tørvur á at hava førleikamennandi skeið til ferðaleiðarar, og til teirra, ið annars starvast innan tænastuyrkið í ferðavinnuni. Skeiðið eigur at geva neyðuga og holla vitan til tey, sum starvast, ella ynskja at starvast, innan yrkið. Umframt at førleikamenna verandi ferðaleiðarar og tænastufólk í vinnuni, er tað av týdningi at fáa nýtt fólk á ferðaleiðaraskeið, nú ferðavinnan er í vøkstri, og skeiðið eigur tískil eisini at vera ætlað óroyndum ferðaleiðarum. Somuleiðis kann skeiðið skipast soleiðis, at eitt tænastu rættað 8 modul á 20 tímar verður møguligt at taka hjá teimum, ið starvast í ferðavinnuni sum hýruvognsførarar, móttøkufólk og á lokalum søvnum ella gørðum. Mælt verður til at byrja við kvøld- og vikuskiftisskeiðum. Skeiðið eigur at vera liðugt í apríl/mai 2018, so at nýútbúnu ferðaleiðararnir eru klárir til summarhálvuna. Skeiðið eigur at taka útgangsstøðið í áður havda ferðaleiðaraskeiði (sí fylgiskjal 2), og eigur at vera tillagað viðurskiftini í nýggja skeiðinum. Ferðaleiðaraskeiðið eigur at vera útboðið 3. hvørt ár, ella eftir tørvi. 4.2 Ferðavinnuútbúgving 2018 Mælt verður við hesum til, at ein útbúgving innan ferðavinnu í Føroyum verður sett á stovn at byrja í august 2018. útbúgvingin eigur at vera yrkisrættað og taka atlit til teir ymsu tørvirnar í ferðavinnuni, í samsvari við broyttu ferðamynstrini hjá ferðafólki í Føroyum. útbúgvingin verður fjølbroytt og tekur støðið í serføroyskum viðurskiftum, umtóktum ferðavinnumálum í Føroyum, umframt búskapi, náttúruvernd, gongd í haga v.m. Endamálið er at geva teimum lesandi førleikar at arbeiða innan ferðavinnu. Talan er um fulltíðarútbúgving, sum tekur 1 ár, umframt stutta starvsvenjing. Mælt verður til, at arbeitt verður víðari við ferðavinnuútbúgvingini við grundarlagi í tí, sum tørvur er mettur at vera á í Føroyum, og við íblástri úr íslendskum ferðavinnuútbúgvingar leisti (sí fylgiskjal 3). Hetta kann vera grundarlagið undir at menna føroysku útbúgvingina, og tillaga hana okkara egnu viðurskifti. í tilmælinum verður ikki tikið støða til, hvussu komandi ferðavinnuútbúgvingin neyvt skal síggja út innihaldsliga, og á hvørjum støði hon skal vera, men havast kann í huga, at útbúgvingin kann mennast við tíðini og røkka einum støði, sum svarar til eina diplom-útbúgving. á henda hátt kann hon vera førleikagevandi til víðari lestur, umframt at vera yrkisrættað. Um tikið verður undir við at seta eina ferðavinnuútbúgving á stovn frá august 2018, verður arbeitt miðvíst víðari við hesi ætlan, og í tí sambandi eigur eitt fólk at verða sett at fyrireika hesa útbúgving. Arbeiðsbólkurin handan hetta tilmæli kann vera tilvísingarbólkur í tilgongdini at menna eina ferðavinnuútbúgving. Um tikið verður undir við tilmælinum kemur Miðnám í Vestmanna at hava ábyrgdina av at menna hesa útbúgving saman við Mentamálaráðnum og ferðavinnuni annars. 9 4.3 Tillaging av verandi miðnámsútbúgving Ferðavinnan hevur ávísan áhuga í at fáa ferðavinnuna sum lærugrein flættaða inn í miðnámsskúlaøkið. Arbeiðsbólkurin mælir ikki til at stovna eina nýggja breyt í gymnasialu miðnámsskúlaskipanini í Vestmanna. Um tað er skilagott at gera eina nýggja breyt í gymnasialu breytaskipanini annars, vil arbeiðsbólkurin lata avvarðandi partar, myndugleika og ávísan skúla taka støðu til. Mælt verður heldur til at endurskoða námsætlanina til lærugreinina Tilfeingi A, sum er ein lærugrein á 3. ári í Miðnám í Vestmanna. í lærugreinini eru 6 kjarnuøki, og fyri at fáa ferðavinnu sum part av Tilfeingi A, kann ferðavinna vera eitt sjálvstøðugt 7. kjarnuøki í lærugreinini. Skúlin velur hvørt ár 2 av kjarnuøkjunum til næmingarnar at arbeiða við. Um námsætlanir skulu broytast, skal tað arbeiðið verða liðugt, tá søkjast skal á miðnám í 2018. Mælt verður somuleiðis til at endurskoða innihaldið í FHS útbúgvingini, ið inniheldur nógvar av teimum grundleggjandi lærugreinunum, sum tørvur er á í ferðavinnuyrkinum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at innovatión verður kravd lærugrein í eini FHS útbúgving við denti á ferðavinnu, og at leggja størri vinnuligan vanga inn í FHS útbúgvingina, soleiðis at útbúgvingin verður førleikagevandi til vinnulívið. Kap. 5 Fíggjarligar avleiðingar Tað er trupult at meta neyvt um kostnaðin av at fyrireika og seta í verk ferðaleiðaraskeiðið og ferðavinnuútbúgvingina, so fyrivarni má takast fyri, at kostnaðarætlanin er ein meting. áðrenn ávikavist skeiðið og útbúgvingin verða sett í verk, krevst tí ein neyvari kostnaðarætlan. áðrenn ferðaleiðaraskeiðið kann fara í gongd í heyst, er neyðugt at fyrireika innihaldið og íverksetanina av skeiðinum. Til at gera hetta arbeiðið má skúlin fáa fólk uttanífrá at taka lut, og er tí nakað av kostnaði bundið at hesum. í sambandi við skeiðsundirvísingina má skúlin somuleiðis fáa fólk uttanífrá, eins og aðrir rakstrarkostnaðir eisini eru í sambandi við skeiðið. áðrenn ferðavinnuútbúgvingin kann fara í gongd í august 2018, má hon fyrireikast innihaldsliga og bygnaðarliga. Eisini til hetta arbeiðið er neyðugt hjá skúlanum at fáa fólk uttanífrá at vera við, og er tí eisini ein ávísur kostnaður bundin at hesum fyrireikingararbeiðinum. í sambandi við undirvísingina mugu undirvísarar setast í starv á skúlanum. Somuleiðis eru aðrir rakstrarkostnaðir eisini knýttir at ferðavinnuútbúgvingini. 10 á løgtingsfíggjarlógini fyri 2017 er játtað 1 mió. kr. til at seta á stovn ferðavinnuútbúgving í Miðnám í Vestmanna. Játtanin verður brúkt til tær útreiðslurnar, sum verða av at fyrireika og seta í verk ferðaleiðaraskeiðið í 2017. Um tikið verður undir við at seta tilmælið í verk, má peningur eisini játtast til ferðaleiðaraskeið og ferðavinnuútbúgving í 2018 og 2019. Yvirskipað kostnaðarætlan, fíggjarárini 2018 og 2019: 2018: Fyrireiking og gjøgnumføring (ferðaleiðaraskeið + ferðavinnuútbúgving): Undirvísing v.m. (ferðaleiðaraskeið á vári 2018): Undirvísing (ferðavinnuútbúgving á heysti 2018): Aðrar útreiðslur: Tilsamans í 2018: 2019: Undirvísing + próvtøka (ferðavinnuútbúgving á vári 2019): Aðrar útreiðslur: Tilsamans í 2019: 400.000 350.000 400.000 200.000 1.350.000 650.000 150.000 800.000 Um so er, at upptøka til ferðavinnuútbúgvingina verður aftur í august 2019, skulu kr. 400.000 leggjast afturat. 5.1 Studningsmøguleikar Møguleiki skal vera hjá næmingum, sum taka 1 ára ferðavinnuútbúgving aftaná miðnám, at fáa útbúgvingarstuðul frá landinum. 11 Fylgiskjal 1 Hagtøl Myndin er úr ársfrágreiðingini hjá Visit Faroe Islands, 2016. 12 Fylgiskjal 2 Ferðaleiðaraskeiðið Yrkisskeið nr. 1/06Heiti: FerðaleiðariGóðkent av Yrkisútbúgvingarráðnum (dagf.) 1. Endamál og bygnaður Endamál: Skeiðið hevur til endamáls at útbúgva ferðaleiðarar, sum við støði í breiðari almennari og serligari vitan um Føroyar sum ferðamannaland - herundir um náttúru, landafrøði, søgu, mál, mentan, samfelagsviðurskifti og føroysk sereyðkenni - kunna bera fram hesa vitan til ymiskar ferðamannabólkar á einum ella fleiri fremmandamálum. Bygnaður: Skeiðini skulu í mestan mun skipast sum skiftisútbúgving og fara fram í skeiðsrøðum. Verkligu og ástøðiligu partarnir fata uml. 140 tímar tilsamans. Undirvísingin verður skipað sum floksundirvísing, bólkaarbeiði, lutaleikur og námsferðir. ávís skeið kunnu eisini skipast sum vistarskeið á útferðastøðum ella aðrar staðir í landinum. Skeiðini verða boðin út eftir tørvi og fara partvís fram á góðkendum útbúgvingarstaði og partvíst á útferðarstøðum. Skeiðini enda við próvtøku. 2. Málbólkur og torleikastig Treytin fyri upptøku er, at umsøkjarin . a)  hevur fylt 21 ár, tá ið skeiðini byrja . b)  hevur málsligan førleika í einum ella fleiri fremmandamálum á í minsta lagi B-stigi . c)  í ávísum føri kann upptøka harumframt fara fram við støði í einari upptøkusamrøðu 3. UndirvísingarinnihaldiðSkeiðini eru býtt upp í 4 høvuðstættir. (Sí sundurgreiningina í fylgiskjali 1). . 1)  almenn vitan . 2)  sergreinir . 3)  undirvísing og verkligar royndir í hjágreinum . 4)  undirvísing og roynd í tekniskum evnum og tólum 4. Skeiðsskipan 1) Skeiðslongd: Undirvísingin skal fara fram í einari vetrarhálvu og verða skipað í vikumodulum við skifti millum ástøðiligt og verkligt innihald. Undirvísingin kann eisini skipast sum sjálvlestur (Sí sundurgreiningina í fylgiskjali 2). Undirvíst verður 1 x 5 tímar um vikuna. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum kvøldundirvísing, men 13 kann eisini fara fram í vikuskiftum. Fjórðu hvørja viku er undirvísingin praktiskar royndir í ástøðiligum og verkligum evnum. Verður næmingur tikin upp til skeiðið sum sjálvlesandi, skal hann fara upp til próvtøku eftir ásetingunum í fylgiskjali 3 í seinasta lagi 1 ár eftir upptøkuna. 2) útbúgvingarstað: Skeiðsdepilin á Marknagili. 3) Kostnaður:útbúgvingarstaðið ásetir luttøkukostnaðin, sum yrkisnevndin skal góðkenna. 4) Undirvísarar/Próvdómarar: Undirvísarar á Skeiðsdeplinum, sum yrkisnevndin skal góðkenna. Próvdómarar skulu í minsta lagi hava 5 ára royndir sum ferðaleiðarar ella 5 ára royndir í ferðavinnu. 5) Dømiætlan:Hildin verður ein skrivlig og ein munnlig próvtøka, sum fer fram ta seinastu undirvísingarvikuna. Kravið fyri at standa skeiðini er, at próvtakarin hevur staðið bæði munnligu og skrivligu próvtøkuna. Próvtøkan er býtt upp í ein ástøðiligan part og ein verkligan part. Fyri at kunna luttaka í tí verkliga partinum, skal næmingur hava staðið tann ástøðiliga partin. Fyri at fáa próvskjal sum ferðaleiðari, skal næmingur - áðrenn próvtøkan fer fram - hava lokið prógv í fyrstuhjálp av góðkendum undirvísara. Próvskjal verður útflýggjað av útbúgvingarstaðnum. 6) Avriksflutningur:Yrkisnevndin tekur støðu til, um útbúgvingin kann veita avriksflutning í einari yrkisútbúgving innan ferðavinnu. 7) Møtiskylda: Næmingar hava møtikyldu. Undantikin eru tey, sum eru sjálvlesandi ella sum hava í minsta lagi 2 ára royndir sum ferðaleiðarar. 8) Yrkisnevnd:Umframt føstu limirnar í yrkisnevndini, velur ferðaleiðaravinnan 1 lim og ferðasmiðvinnan 1 lim. 5. Aðrar ásetingar Omanfyri ásettu reglur skulu útgreinast í skeiðsreglum sambært § 5 í kunngerðini, og skulu skeiðsreglurnar v.m. verða góðkendar av yrkisnevndini, áðrenn góðkenningarskjalið verður útskrivað. 14 Fylgiskjal 1Sundurgreining av innihaldinum (samanber ad. 3) Ad. 3.1 er 3 x 20 tímar og fatar um ástøði í almennari vitan í hesum evnum: . a)  Mál og mentanEldra søgan, kvæðini, dansurin, ullin, báturin, knívsmíð, skaldskapur, myndlist, tónleik, sjónleik og matarmentan. . b)  Fornminni og siðsøgaBúsetingarsøga, íbúgvar, trúarlív, byggihættir, landslag, náttúra og norrøn gudalæra. . c)  Søga og samfelagsviðurskiftiPolitiska og búskaparliga søgan, søguligar hendingar og nútíðarsamfelagsviðurskifti, heimastýrislógin, flaggið (Merkið), sambandið við Danmark, Norðurlond og ES, vinnulívið, herundir orka og politiska skipanin (løgting og landsstýri). . d)  Jarðfrøði, djór og planturJarðfrøði (eldgos, fláirnar, kol, gosmyrjan, innskot, grót og steinar), djór (fuglur, grind, fiskur og seyðahald) og plantur. Ad. 3.2 er 20 tímar og fatar um ástøði í minst 1 av hesum sergreinum: . a)  Kirkjur, standmyndir o.l. . b)  Søvn og søgulig fornminni . c)  útferðir (býarrundtúrar, busstúrar, fjallatúrar, bátaferðir) Ad. 3.3 er 2 x 20 tímar og fatar um undirvísing og praktiskar royndir í hesum hjágreinum: . a)  Ferðaleiðarin sum tænastuveitari - Fyrireiking og fremjan av túri - Loysn av ymsum trupulleikum . b)  Ferðafólkið sum kundi - Hvussu kunnu ynskini hjá kundanum nøktast- Samskifti við ferðafólk- Hóskandi atburður mótvegis einstaka ferðafólkinum . c)  Fyrireiking av útferðum - Leggja til rættis býarrundtúrar, busstúrar, fjallatúrar, bátaferðir - Vitjan á søvnum, søguligum fornminnum og útsýnissstøðum . d)  Fremjan av útferðum - Trygdarviðurskifti á túrum- Galdandi tryggingarreglur o.l. 15 Ad. 3.4 er 20 tímar og fatar um undirvísing og royndir í tekniskum evnum og tólum a) Mikrofon- og ræddarlæra - Ræddarvenjing- Taluteknikkur- Venjingar í at nýta mikrofon. b) Lestrarteknikkur - Snarlesing- Yvirlitslesing- Minnisfremjandi innlæringarhættir 16 Fylgiskjal 3 íslendskar ferðavinnuútbúgvingar Ferðamálaskólinn í Kópavági www.mk.is Endamálið er at fyrireika tey lesandi til at arbeiða innan ferðavinnu ella til víðari lestur. útbúgvingin tekur 1 ár, við 36 einingar (ects)1 undirvísing, og 15 einingar (ects) í starvsvenjing innan ferðavinnuyrkið. Møguleiki er fyri at taka útbúgvingina hálva tíð yvir 2 ár. Upptøka: Umsøkjarar skulu vera 20 ár og hava lokið miðnám, ella aðra samsvarandi útbúgving. Umsøkjarar, sum eru 25 ár, og sum hava viðkomandi vinnuliga bakgrund, men ikki lokið miðnám, kunnu eisini søkja um upptøku. Góður málsligur førleiki krevst á íslendskum og enskum. Undirvísing er um kvøldið, mánadag-hósdag kl. 16:30-21:50. útferðir og annað kann vera uttanfyri vanliga skúlatíð. 3 mánað starvsvenjing innan fyritøku í ferðavinnuni er krav fyri at standa útbúgvingina. Tey lesandi kunnu vera í starvsvenjing, samstundis sum tey lesa. Royndir innan ferðavinnuyrkið kann geva merit fyri starvsvenjing. Uppgávur og próvtøkur eru í skúlatíðini. Próvtøkur kunnu vera skrivligar, munnligar ella sum smærri royndir í útbúgvingartíðini. Gjald: áleið 25.000 føroyskar krónur fyri 1 ár. Onnur gjøld eru galdandi teimum, sum ikki eru fulltíðarlesandi. Tilfar er ikki íroknað skúlagjaldinum. Stuðulsstovnurin letur lestrarlán til tey lesandi. á útbúgvingini eru ymisk valfak, til onkur krevst luttøkugjald. Lærugreinar  4 ects: Enskt mál fyri ferðandi, ísland sum ferðaland (geografi)  3 ects: ástøði innan ferðavinnu, Onnur lond sum ferðalond (geografi), Marknaðarføring innan ferðavinnu, Event management (ráðstevnur, fundir, hátíðarhald o.a.), Umhvørvi og ferðavinna, Upplýsingar tøkni innan ferðavinnu  2 ects: Handil og rakstur, Leiðsla, Samskifti  1 ects: Fyrstu hjálp  2 Valfak (annað skal veljast) - Framleiðsla og matgerð ella Ferðaseðlar og booking 15 ects (3 mðr) starvsvenjing. Tilsamans 51 ects. Til samanberingar eru 60 ects á einum lestrarári á hægri útbúgvingum (universitet) 1 1 eining er 18-24 arbeiðstímar, sum svarar umleið til 1 ECTS. 17 Leiðsøguskólinn í Kópavági www.mk.is útbúgvingin er ein 1 ára praktisk útbúgving, sum tekur atlit til teir ymsu tørvirnar í ferðavinnuni, í samsvari við tey broyttu ferðamynstrini hjá ferðafólki. útbúgvingin er fjølbroytt og tekur støðið í íslendsku náttúruni, søgu, flora, mentan, djóralív, vinnu, samfelag, list og bókmentum. Undirvíst verður innan tær stóru turist-attraktiónirnar í íslandi, náttúruvakrar túrar, náttúruvernd, umhvørvið og tøkni. Lærarar og undirvísarar eru serfrøðingar á økinum. Upptøka: Fyri at sleppa inn á útbúgvingina, skal næmingurin vera fyltur 21 ár við skúlaársbyrjan. Miðnáms- ella líknandi prógv krevst. Tilsvarandi vinnuligar royndir kunnu eisini geva atgongd. Góður málførleiki á íslendskum og enskum krevst. Tey lesandi skulu standa eina munnliga roynd í fremmanda máli í sambandi við upptøku. Undirvísingin er 3 kvøld um vikuna, kl. 16:40-21:20, frá august-mai. Onkur vikuskifti verður skipað fyri undirvísingar túrum, í náttúruni ella aðrastaðni (6-7 ferðir um árið). Gjald: 28.000 føroyskar krónur fyri 1 ár. Lesandi, sum ikki lesa fullatíð, gjalda fyri hvørt skeið sær. Høvuðslærugreinar á ferðaleiðaraútbúgving: 1 ects: Vinnumøguleikar, Djóralív, Ferðavinna, Plantur og umhvørvisvernd, íslendska samfelagið, Søga íslands, Fyrstuhjálp 2 ects: Bókmentir og list, Jarðfrøði, Ferðaleiðara tøkni og samskifti, Málskeið, Starvsvenjing (ferðaleiðari í verki) Tey lesandi velja eina av trimum leiðum: Alment ferðaleiðaraskeið, Gongutúrar/vandring, ella Virksemi (aktivitet) og stuttleiki Alment ferðaleiðaraskeið er 16 ects: ferðavinna, mál, økislýsingar, jarðfrøðiligar økislýsingar, starvsvenjing Gongutúrar/vandring er 18 ects: Ferðavinna, samskipan og samskifti, økislýsingar, fyrstuhjálp II, veður jøklar, fjallakunnleiki, starvsvenjing Virksemi (aktivitet) og stuttleiki er 16 ects: stuttleikaferðir, ferðavinna, samskipan og samskifti, fyrstuhjálp II, økislýsingar, veður jøklar, trygd trygging loyvir 18 Starfsnám í ferðamálafræðum 1 ára yrkisútbúgving innan ferðavinnu: 48 ects. Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi praktiska læru innan ferðavinnu. Eftir skeiðið kann næmingurin starvast innan ferðavinnuyrkið. Skeiðið gevur eina umfatandi útbúgving innan ferðavinnu. Upptøka: 20 ár, og hava staðið eina viðkomandi støðisútbúgving, miðnámsútbúgving ella líknandi. útbúgvingin tekur 1 ár, sum eru 2 lestrarhálvur í skúla og 3 mðr. í starvsvenjing. Serøki, 33 ects. 4 ects: Ferðavinnu enskt, Ferðafrøði og ferðavinna - ástøði og verkligt, Marknaðarføring innan ferðavinnu, Geografi ísland 3 ects: Geografi uttanlands 3 ects, Rakstur og fyrisiting, Umhvørvið og ferðavinna, KT innan ferðavinnu, Samskifti og samskipan 2 ects: Event (ráðstevnur og fundir)Vallærugreinar 3 ectsFerðaseðlar og booking 3 ects, Matgerð 3 ects, Telda og tøkni 3 ects Krav: Starvsvenjing í 3 mðr. 12 ects Samandráttur av lærugreinum 4 ects: Enskt mál fyri ferðandi, ísland sum ferðaland (geografi), geografi innanlands, marknaðarføring innan ferðavinnu 3 ects: ástøði innan ferðavinnu, onnur lond sum ferðalond (geografi), geografi uttanlands, marknaðarføring innan ferðavinnu, event management (ráðstevnur, fundir, hátíðarhald o.a.), umhvørvi og ferðavinna, upplýsingar tøkni innan ferðavinnu, rakstur og fyrisiting 2 ects: Handil og rakstur, leiðsla, samskifti, bókmentir og list, jarðfrøði, ferðaleiðara tøkni og samskifti, málskeið, event (ráðstevnur og fundir), starvsvenjing (ferðaleiðari í verki) 1 ects: Vinnumøguleikar, djóralív, ferðavinna, plantur og umhvørvisvernd, íslendska samfelagið, søga íslands, fyrstu hjálp 19 Tilmæli um samskipaða endurvenjing Juni 2016 Innihald Fylgiskjøl: 1. Lýsing av verandi virksemi innan endurvenjing í sjúkrahúsverkinum, almannaverk- inum og í kommunala geiranum 2. Lýsing av, hvussu endurvenjingin er skipað í Noreg og íslandi 3. Uppskot til kunngerðir um endurvenjing innan sjúkrahúsøkið 4. Uppskot til kunngerð um endurvenjing innan almannaøkið 5. Listi yvir verandi tilboð innan endurvenjing í sjúkrahúsverkinum, almannaverkinum og í kommunala geiranum 3 1. Inngangur1.1. Endamál við arbeiðinum Landsstýriskvinnurnar í heilsumálum og almannamálum, Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen, settu hin 22. oktober 2015 arbeiðsbólk, umboðandi heilsuverkið, Almannamálaráðið og kommunala geiran, at gera regluverk um og seta í verk skipaða endurvenjing. Ein miðvís og skjót endurvenjing og endurmenning hevur høga raðfesting hjá landsstýrinum og er beinleiðis nevnt í samgonguskjalinum frá 14. september 2015 ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Spurningurin um samskipaða endurvenjing varð settur á breddan í kjalarvørrinum av teimum lógarbroytingum, sum vórðu framdar í ávikavist lógini um sjúkrahúsverkið, um almenna forsorg og um heimatænastu, eldrarøkt við meiri. í arbeiðssetningum verður víst á, at hóast hesar lógarbroytingar, er tað framvegis ógreitt, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av at veita endurvenjing nær, og tí er vandi fyri, at borgarar detta niðurímillum skipanirnar. Tørvur er tí á at samskipa tænasturnar ímillum teir tríggjar geirarnar: heilsuverk, almannaverk og tann kommunala geiran. Málið við arbeiðinum er at tryggja, at borgarin upplivir endurvenjing sum eina samanhangandi tænastu uttan mun til, hvør myndugleiki hevur ábyrgdina fyri ítøkiligu tænastuni og uttan mun til, hvør veitarin er. Til tess er arbeiðsbólkurin biðin um at gera tilmæli um: . 1)  At gera regluverk á økinum, sum er soleiðis háttað, at einstaki borgarin fær eina samanhangandi endurvenjing, hóast ymiskir veitarar eru . 2)  At gera yvirlit, ið greitt vísir, hvørjar endurvenjingartænastur ávikavist sjúkrahúsverkið, almannaverkið og kommunurnar veita . 3)  At gera ein leist, sum tryggjar, at endurvenjingin er samanhangandi, hóast veitarin skiftir. Soleiðis skal tað gerast greitt fyri borgaran, hvør myndugleiki hevur skyldu at veita endurvenjing, fyri at tryggja, at borgarin fær ta tænastu, hann/hon hevur rætt til sambært lóggávu. 1.2. Nærri lýsing av arbeiðssetninginum Til 1) Hóast stig eru tikin til at lógarfesta rættin hjá borgarum til endurvenjing seinastu árini, tykist tað ógreitt, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av hvørjum. Avleiðingin er, at borgarar detta niðurímillum skipanirnar, tí at myndugleikar eru ósamdir um, hvør eigur ábyrgdina at veita endurvenjing. Endurvenjing hevur í mong ár verið ein tænasta, sum hóast ikki lógarásett, hevur verið veitt á ymsum stigum. Myndugleikar hava hvør í sínum lagi lagt seg eftir at skipa endurvenjing við pragmatiskum loysnum, sum hava tikið atlit til staðbundnan tørv og viðurskifti. Lóggávan kann til- ella ótilvitað hava havt við sær, at skipanir, sum hava virkað, byrja at ridla, ella at myndugleikar fara at ivast í, hvørja heimild og ábyrgd viðkomandi hava í mun til borgaran. 4 Við í stuttum at lýsa lóggávuna á økinum, hevur arbeiðsbólkurin kannað, um tað er sjálv lóggávan, ið er atvoldin til ógreiða uppgávu - og ábyrgdarbýtið millum heilsuverk, almannaverk og kommunurnar. Arbeiðsbólkurin hevur tó ikki fyrihildið seg til støðuna hjá børnum í mun til endurvenjing. Verandi skipan er soleiðis, at børn sambært sjúkrahúslógini fáa endurvenjing, sum sjúkrahúsini veita. Harumframt kunnu børn fáa endurvenjing frá privatum veitarum við stuðli frá Heilsutrygd, og hava foreldur, sambært § 17 í forsorgarlógini, møguleika at fáa endurgoldið egingjaldið fyri endurvenjing eftir nærri ásettum treytum. Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelag Føroya hava víst á, at tørvur er á at fáa eina skipaða almenna endurvenjingartænastu til børn uttanfyri sjúkrahúsverkið. Arbeiðsbólkurin hevur ikki viðgjørt henda spurningin nærri, tí høvuðsfokus hevur verið á at fáa verandi tænastur samskipaðar. Fysioterapeutfelagið hevur víst á, at einki er nevnt um privatstarvandi fysioterapeutar í tilmælinum. Tað eru umleið 35 privatstarvandi fysioterapeutar í Føroyum. Fleiri av teimum hava klinikkir, sum hava góðar møguleikar fyri at veita endurvenjing, og er tað ein skipan, sum fungerar væl í dag. Eisini í mun til at veita almenna endurvenjing tætt at, har borgarin býr. Arbeiðsbólkurin hevur tó ikki viðgjørt hendan spurning nærri, av tí at arbeiðssetningurin er avmarkaður til at viðgera markamótstrupulleikar ímillum sjúkrahúsverk, almannaverk og kommunur. Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelagið hava í fleiri førum víst á, at hjálpartól er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum við endurvenjing. Feløgini hava víst á ymisk viðurskifti í verandi skipan við hjálpartólum, kennast sum forðingar fyri, at endurvenjing uttanfyri sjúkrahúsverkið kann fara fram so skjótt sum gjørligt. Skipanin við hjálpartólum hevur ikki verið partur av arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum, og eru hesi viðurskifti tískil ikki kannað nærri í sambandi við hetta tilmælið. Arbeiðsbólkurin mælir tó til, at Almannamálaráðið fer undir at eftirmeta verandi skipan við hjálpartólum. Lóggávan á heilsu- og almannaøkinum er soleiðis háttað, at lógirnar hava ásetingar um yvirskipaða rættin til endurvenjing, ímeðan heimild er hjá landsstýrisfólkunum at áseta nærri reglur og treytir um endurvenjing í kunngerð. Arbeiðsbólkurin hevur tískil tikið støðu til, hvørjar ásetingar eru neyðugar at áseta í kunngerð og hevur gjørt uppskot til hesar kunngerðir. Til 2) Sjúkrahúsverkið, almannaverkið og kommunurnar hava eina røð av endurvenjingartænastum. Tað finst einki samanhangandi yvirlit yvir tænastur á økinum. Arbeiðsbólkurin hevur fingið lýsingar frá ávikavist sjúkrahúsunum, almannaverkinum og kommunum um tænastur, sum veittar verða og hevur sett hesar upp í yvirlitisformi. Endamálið við at gera eitt fullfíggjað yvirlit er fyrst og fremst at upplýsa politisku skipanina og ymisku geirarnar um útboðið av tænastum, sum eru. í øðrum lagi, við yvirlitinum sum grundarlag, at kunna gera eitt uppskot til leist, ið skal tryggja eina samanhangandi tænastu til borgaran. Til 3) Arbeiðssetningurin leggur upp til, at tað framhaldandi verða tríggir myndugleikar, sum veita endurvenjing, og at tænasturnar skulu samskipast ímillum hesar geirar soleiðis, at borgarin ikki dettur niðurímillum skipanir. Arbeiðsbólkurin hevur tí í tilmælinum lagt høvuðsfokus á at fáa verandi tænastur frá teimum trimum myndugleikum at virka og samvirka. Arbeiðsbólkurin hevur tí ikki gjørt uppskot til størri bygnaðarligar broytingar á økinum, t.d. sum at savna alla endurvenjing á einum stovni ella á nøkrum neyvari defineraðum stovnum, sum ein myndugleiki hevur ábyrgd av. Hetta er 5 ein leistur, sum verður nýttur í íslandi, og sum uttan iva við fyrimuni kundi verið umhugsaður í Føroyum. 1.3. Skipan av arbeiðinum og arbeiðsgongd Arbeiðið hevur verið skipað í stýrisbólki og arbeiðsbólki. í stýrisbólkinum hava sitið:  Turid Arge, forkvinna og aðalstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum  Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðnum  Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum í arbeiðsbólkinum hava sitið:  Birita Ludvíksdóttir, forkvinna í arbeiðsbólkinum og løgfrøðiligur ráðgevi í Heilsu- og innlendismálaráðnum  Fróði Jacobsen, stjórnarsamskipari í Heilsu- og innlendismálaráðnum  Doris Bjarkhamar, fulltrúi í Almannamálaráðnum  Heini Petersen, fulltrúi í Almannamálaráðnum  Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum  Johan Lamhauge, løgfrøðiligur ráðgevi í Kommunufelagnum Arbeiðsbólkurin hevur havt fundir umleið einaferð um vikuna, og hevur havt regluligar fundir við stýrisbólkin, har kunnað hevur verið um gongdina í arbeiðinum. Fyri at fáa kunnleika til økið, hevur arbeiðsbólkurin verið á vitjan á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi, Suðuroyar sjúkrahúsi, á endurvenjingardeplinum á Almannaverkinum, á Røktarheiminum í Runavík, á Mørkini, á Røktarheiminum í Vági, á Ven og Virkni í Klaksvík. Arbeiðsbólkurin hevur í samstarvi við starvsfólk í verkunum framleitt fylgiskjal 1, ið nágreiniliga vísir, hvat virksemi í dag er á sjúkrahúsverkinum, almannaverkinum og í kommunala geiranum. Fyri at fáa kunnleika til, hvussu endurvenjingin er skipað í londunum kring okkum, valdi arbeiðsbólkurin at fara á kunningarferð til Noregs og íslands. Arbeiðsbólkurin býtti seg upp í tvey, soleiðis at helvtin av arbeiðsbólkinum fór á vitjan í Noreg og helvtin av arbeiðsbólkinum fór á vitjan í íslandi. á kunningarferðunum var arbeiðsbólkurin á vitjan hjá viðkomandi myndugleikum og stovnum, og fekk innlit í, hvussu økið er skipað í Noreg og íslandi. Arbeiðsbólkurin hevur framleitt fylgiskjal 2, ið lýsir, hvussu endurvenjingin er skipað í Noreg og íslandi. Umframt hetta, hevur arbeiðsbólkurin gjørt uppskot til kunngerð um endurvenjing innan sjúkrahúsverkið og aAmannaverkið (fylgiskjal 3 og 4). Arbeiðsbólkurin hevur í samstarvi við Marjuna Poulsen, fysioterapeut tilevnað listan yvir tilboð innan endurvenjing á sjúkrahúsverkinum (fylgiskjal 5). í sambandi við, at arbeiðsbólkurin skrivaði tilmælið, hevði arbeiðsbólkurin fundir við fakfólk, ið dagliga starvast við endurvenjing. Hetta fyri at umrøða og fáa viðmerkingar til tilmælið. Hesi fakfólk luttóku á fundunum: Karin Djurhuus, leiðandi fysioterapeutur á Landssjúkrahúsinum, Sólbjørg Frederiksberg, fysioterapeutur, Katrin Mørkøre, leiðandi ergoterapeutur á Landssjúkrahúsinum, Durita Isaksen, ergoterapeutur á psykiatriskari eind á Landssjúkrahúsinum, Benadikta Ellingsgaard, leiðandi fysioterapeutur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Poula Dulavík Berg, ergoterapeutur Klaksvíkar 6 Sjúkrahús, Sára Olsen, leiðandi fysioterapeutur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Hansina Djurhuus á Neystabø, fysioterapeutur í Almannaverkinum, Guðrið Jacobsen, ergoterapeutur í Almannaverkinum, Marjun Poulsen, leiðari fyri fysioterapeuttoymið í heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu, Eyðbjørg Joensen, fysioterapeutur á Røktarheiminum í Runavík og Hedevig Matras, leiðandi fysioterapeutur á Ven og Virkni, Augusta Mikkelsen, forkvinna í Fysioterapeutfelag Føroya og Einu Andreasen, forkvinnu í Ergoterapeutfelag Føroya. 7 2. Endurvenjing2.1. Lýsing av hugtakinum endurvenjing Sum sagt, hevur ljós í nógv ár verið varpað á týdningin av endurvenjing. Semja tykist tó framhaldandi ikki at vera um hugtakið. Tá fleiri myndugleikar hava ábyrgd av at veita endurvenjing, er tað týdningarmikið, at tað er greitt, hvat endurvenjing er, og hvussu ábyrgdarbýtið er. Fyri borgaran, sum hevur tørv á endurvenjing, kann tað tykjast óviðkomandi, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av at veita tænastuna. Tað, sum hevur týdning, er, at borgarin fær ta tænastu, sum hann hevur tørv á og rætt til. Tað kann tó hava stórar avleiðingar fyri borgaran, tá myndugleikar eru ósamdir um, hvør hevur ábyrgd av at veita tænastuna. í ringasta føri kunnu hesar ósemjur hava við sær, at borgarin onga tænastu fær, ella at tænastan verður veitt ov seint. Harumframt kann tað eisini vera sera møtimikið hjá borgaranum og familjuni, tá tíð og orka skal leggjast í at finna fram til, hvør hevur ábyrgd av, at viðkomandi fær endurvenjing, heldur enn at brúka orku upp á at endurvinna mistar førleikar og harvið fáa eitt so sjálvstøðugt og virkið lív sum gjørligt Fyri myndugleikan er umráðandi at kenna sítt ábyrgdarøkið og harvið, hvørja ábyrgd myndugleikin hevur mótvegis borgarunum. Myndugleikin heldur seg til ásettar karmar bæði í mun lóggávu og í mun til fíggjarorku. í mun til lóggávuna hevur tað víst seg at verða trupult hjá sjúkrahúsverkinum at meta um, hvør skal hava borgaran, tá viðkomandi kemur út av sjúkrahúsinum. Hjá øllum myndugleikum er fíggjarorkan avmarkað, og hava myndugleikar skyldu til at umsita fíggjarorkuna á mest skynsaman hátt. Tilfeingið hjá einum myndugleika er avmarkað, tí vil ein myndugleiki altíð raðfesta uppgávur, sum greitt eru undir hansara ábyrgd, ímeðan uppgávur, har ivamál eru viðvíkjandi ábyrgdini hjá viðkomandi, verða settur í næstu røð. Hugtakið endurvenjing verður nýtt í nógvum samanhangum, onkuntíð sum ítøkiligt hugtak um at endurvinna mistar førleikar t.d. í sambandi við ferðsluóhapp o.t. Aðrar tíðir verður hugtakið nýtt sum ein hugburður, ið skal síggjast aftur í øllum handlingum í heimatænastuni, sosialum stuðli og innan sjúkrahúsuverkið. í øðrum lagi verður tosað um endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, samdøgursendurvenjing, endurmenning, ergoterapi, fysioterapi o.s.v í einum og sama sambandi. í hoyringssvarum og á fundum hava bæði Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelagið víst á týdningin av, at tað verður greitt nágreinað, hvat liggur í hugtakinum endurvenjing - serliga í mun til viðlíkahaldsvenjingogfyribyrgjandivenjingogeisiniímuntilendurmenning. Arbeiðsbólkurinskal í útgangsstøðinum ikki fyrihalda seg til aðrar tænastur enn endurvenjing í hesum tilmælinum. Tað er tó ein sannroynd, ikki bara í Føroyum, men í øllum hinum Norðanlondunum, at bæði tá tað snýr seg um hugtakið endurvenjing og í mun til praksis, kann verða torført at skilja ímillum, hvat er endurvenjing, hvat er viðlíkahaldsvenjing og hvat er endurmenning. Ofta verður endurvenjing fatað sum endurmenning og umvent. Endurmenning skal síggjast sum ein tilgongd og fevnir um meira enn endurvenjing. Sambært yvirlýsing frá WHO skal endurmenning skiljast sum ein málrættað og tíðaravmarkað tilgongd av samskipaðum veitingum og tilboðum, sum hava til endamáls at geva borgaranum neyðug amboð at megna egið lív so sjálvstøðugt sum gjørligt og við so lítlari hjálp sum gjørligt. Ein endurmenningartilgongd kann fevna um fleiri ymiskar tænastur frá einum ella fleiri myndugleikum, sum skulu málrættast í eina tíðaravmarkaða tilgongd. Endurvenjing kann verða ein liður í eini endurmenningartilongd, men nýtist ikki at verða tað. 8 Tað finst ongin føroysk allýsing av hugtakinum endurvenjing, men tað liggur í hugtakinum, at talan er um eina tænastu, sum hevur til endamáls at endurvinna ein mistan førleika. Hetta kann gera seg galdandi bæði við sjúku og skaða. Tá ið ein sjúklingur hevur varandi sjúku, kann hann til tíðir hava tørv á einum lyfti, fyri at endurvinna mistan førleika og sjúklingur, ið hevur verið úti fyri skaða, kann somuleiðis hava tørv á at fáa endurvenjing, soleiðis at hann endurvinnur mistan førleika. Sambært danska Heilsustýrinum er endurvenjing ein málrættað og tíðaravmarkað samstarvstilgongd millum borgara/sjúkling, avvarðandi og starvsfólk. Endamálið við endurvenjingini er, at sjúklingurin/borgarin heilt ella partvís endurvinnur sama førleika, sum áðrenn førleikin var mistur. Talan er um bæði likamligar, sálarligar, kensluligar og sosialar førleikar, harvið er tørvurin á endurvenjingum ymiskur og fjøltáttaður. Tað liggur eisini í hugtakinum, at talan er um eina tilgongd, sum er tíðaravmarkað, tí endurvenjingin steðgar, tá endurvenjingin er liðug, tað er, tá ið førleikin er endurvunnin, ella tá staðfest er, at førleikin ikki kann endurvinnast meira. í álitinum Endurvenjing fyri fólk við førleikatarni frá 2007 verður endurvenjing býtt sundur í serkøna og almenna endurvenjing. Hetta eru hugtøk, ið javnan verða nýtt innan heilsuverkið. Sambært danska Heilsustýrinum er talan um serkøna endurvenjing, tá sjúklinginum tørvar hjálp frá løggildum heilsustarvsfólki í sjúkrahúsgeiranum við serkunnleika til ávísa sjúku, tá tørvur er á tvørfakligum samstarvi, og tá ið virkisførið hjá sjúklinginum er torgreitt, umfatandi, álvarsamt og/ella sjáldsamt og av týdningi fyri fleiri lívsøkir. Talan er um almenna endurvenjing, tá sjúklinginum tørvar hjálp frá løggildum heilsustarvsfólki við almennum førleikum, og tá ið virkisførið hjá sjúklinginum er avmarkað, uttan komplikatiónir og er einfalt at bøta um. Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelagið hava víst á, at tað er ikki øll endurvenjing, sum kann og eigur at fara fram inni á sjúkrahúsi, men skal fara fram heima hjá borgaranum ella so tætt við, har sum borgarin búleikast í gerandisdegnum. Ein borgari, sum hevur verið fyri eini almennari hending sum ger, at viðkomandi hevur tørv á endurvenjing, er ofta innlagdur á sjúkrahúsið í eitt ávíst tíðarskeið, men verður síðani útskrivaður og skal aftur í gerandisdagin. Lívsstøðan kann verða broytt munandi, og ofta verður broytingin meira sjónlig, tá viðkomandi kemur heim til sín sjálvs, og gerandisdagurin byrjar aftur. Likamligu førleikarnir kunnu verða broyttir og krevja broytingar í fysisku kørmunum heima við hús. Eisini kunnu sálarligu, kensluligu og sosialu førleikar verða broyttir, og skal borgarin læra at handfara nýggju lívsstøðuna og skapa sær nýtt innihald í lívinum. Tað, sum er og kann gerast ein trupulleiki, tá fleiri veitarar eru, er spurningurin um, nær endurvenjingin á sjúkrahúsinum er liðug, og nær ein annar myndugleiki skal taka yvir. Hvørji faklig atlit tala fyri, at ein ávísur partur av endurvenjing verður veittur á sjúkrahúsinum, og nær tað er best, um endurvenjingin fer fram uttanfyri sjúkrahúsini. Hugtakið endurvenjing fevnir ikki um viðlíkahaldsvenjing ella fyribyrgjandi venjingar. Viðlíkahaldsvenjing er at skilja sum málrættað venjing, fyri at forða fyri førleikamissi, og fyri at fasthalda ella betra um verandi førleika. Viðlíkahaldsvenjing fevnir bæði um likamligar og sálarligar førleikar og hegni. Við fyribyrgjandi venjingar er at skilja sum regluligar kropsligar venjingar, ið hava til endamáls at fyribyrgja sjúku og kropsligan óførleika. Myndugleikar, fakfólk, áhugafelagsskapir og fakfeløg hava í áravís víst á tørvin at fáa skipaða viðlíkahaldsvenjing, tí tað gevur lítla meining at veita endurvenjing við tí fyri eyga at endurvinna førleikar, um tað samstundis ikki verður tryggjað, at borgarin fær viðlíkahildið sínar førleikar. 9 Kommunurnar kunnu veita viðlíkahaldsvenjing til fólkapensjónistar, meðan tað ikki er nøkur skipað viðlíkahaldsvenjing til borgarar undir 67 ár. Arbeiðsbólkurin metir, at tað hevur alstóran týdning, at stig eisini verða tikin til at fáa skipaða viðlíkahaldsvenjing til borgarar í øllum aldri í Føroyum. Upplýsast kann, at Almannamálaráðið arbeiðir í løtuni við einum tænastupolitikki á almannaøkinum, og verður spurningurin um viðlíkahaldsvenjing skal gerast partur av tænastum, sum Almannaverkið frameftir skal veita borgarum, sum eru yngri enn 67 ár viðgjørdur. 2.2. Týdningurin av endurvenjing Føroyar eins og onnur lond standa yvirfyri stórum fólkafrøðiligum avbjóðingum. Tað er ein sannroynd, at talið av eldri borgarum er vaksandi, samstundis sum alsamt færri verða á arbeiðsmarknaðinum. Fólk liva longri, viðgerðarhættir gerast betri og hækkaða lívsstøðið hevur við sær støðugt fleiri sokallaðar vælferðarsjúkur. Hetta skapar alsamt størri eftirspurning eftir vælferðartænastum til borgarar, meðan tað gerast færri skattgjaldarar at rinda fyri vælferðartænasturnar. Tí hava m.a. Búskaparráðið, aðrir myndugleikar og ymiskir fakbólkar í nógv ár gjørt vart við, at skulu hesar avbjóðingar gangast á møti, er neyðugt við nýhugsan og eini øðrvísi tilgongd til m.a. tænastur í heilsuverkinum, almannaverkinum og hjá kommunum, sum veita ymiskar tænastur til borgarar, sum hava tørv á hjálp í gerandisdegnum. í tilmælinum um Eldrapolitikk fyri Føroyar trivnaður, tryggleiki og lívsgóðska- frá 2013, verður stór áherðsla løgd á, at fyribyrging, heilsufremjan og endurmenning eru týdningarmiklir faktorar, sum kunnu gera sítt til at venda gongdini, soleiðis at tørvurin á eitt nú røktarheimsplássum verður minni, samstundis sum lívsgóðskan hjá borgarum verður betri. Somuleiðis varð í Heilsunýskipanini frá 2013 víst á, at neyðugt var at raðfesta tey heilsuátøk, sum liggja beint undan og beint eftir innlegging á sjúkrahúsi, fyri í fyrstu syftua at fyribyrgja, at fólk í heila tikið fingu tørv á sjúkrahúsviðgerð og í øðrum lagi fingu ta neyðugu endurvenjing eftir sjúkrahúsviðgerð, at tey ikki vórðu innaftur løgd. Grannalond okkara hava valt at gera átøk, m.a. á endurvenjingarøkinum, og vísa kanningar greitt, at tað er ein góð íløga at veita endurvenjingartilboð útfrá einum samfelagsbúskaparligum sjónarvinkli, tí trýstið á heilsuverkið, almannaverkið og kommunur minkar, tá fólk gerast meira sjálvbjargin og harvið hava minni tørv á tænastum. Tað er staðfest, at um borgari fær eina góða endurvenjing, eru sannlíkindi størri fyri, at hann varðveitir síni virskisevni og skjótari kann venda aftur til sína vanliga gerandisdag. Kanningar gera tó eisini greitt, at skal endurvenjingartilgongdin eydnast, krevst tvørfakligt samstarv og ein samanhangandi tænasta millum myndugleikar. Eisini er avgerandi, at borgarin og tey avvarðandi luttaka virki, so tíðliga sum gjørligt í tilgongdini. Fyri lívsgóðskuna hjá borgaranum hevur tað eisini sera stóran týdning at hava eitt so sjálvbjargi og sjálvsstýrandi lív sum gjørligt. í dag ynskja flest øll at hava eitt virki og innihaldsríkt lív alt lívið. Sjúkrahúsuppihald skal vera so stutt sum gjørligt, og fólk vilja út í gerandisdagin aftur. Flest øll ynskja at búgva sum longst í egnum heimi við so lítlari hjálp sum gjørligt. Hetta setur onnur krøv til vælferðartænasturnar enn áður. í dag verður tískil størri dentur lagdur á at hjálpa borgarum, sum hava ymiskar fysiskar ella sálarligar avbjóðingar, til at megna egið lív og geva teimum amboð til at liva so sjálvstøðugt og við so lítlari hjálp sum gjørligt. á fakmáli verður henda tilgongd yvirskipað kallað 10 fyri endurmenning, og er hetta ein tilgongd sum vinnur størri og størri frama bæði í Føroyum og í londunum rundanum okkum. Samanumtikið kann sigast, at spurningurin um endurvenjing kann gerast til eina win-win støðu fyri allar partar, um hon verður skipað rætt. Fyri samfelagið merkir ein íløga í endurvenjing í longdini eina sparing við at færri gerast so sjúk, at teimum tørva sjúkuviðgerð, røkt, stuðulsfyriskipanir, fyritíðarpensjónir og búpláss frá Almannaverkinum og kommununum. Fyri borgaran kann endurvenjingartænastan verða lykilin til eitt betri og virðiligari lív. 11 3. Galdandi reglur á økinum í álitinum um Endurvenjing fyri fólk við førleikatarni frá 2007 varð víst á týdningin av, at borgarar í Føroyum skulu fáa ein lógartryggjaðan rætt til endurvenjing. Tá heimatænasta, eldrarøkt v.m. varð flutt frá landi til kommunur, varð áseting um endurvenjing á fyrsta sinni í føroyskari lóggávu. Síðani er rætturin til endurvenjing ásettur í bæði sjúkrahúslógini og forsorgarlógini um endurvenjing. 3.1. Lóggáva innan sjúkrahúsverk Sambært § 6 a í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið, veitir sjúkrahúsverkið ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava ein læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing. Sambært viðmerkingunum til lógina veitir sjúkrahúsverkið serkøna, læknaliga fyriskrivaða og tíðaravmarkaða endurvenjing. Hugsað verður um fyriskipaða, miðvísa venjing, bæði fysiskt og kognitivt, sum hevur til endamáls, at sjúklingurin í størst møguligan mun endurvinnur sínar mistu førleikar. Mett verður, at hetta at endurvinna mistar førleikar fevnir bæði um sjúklingar, sum vegna skaða hava mist førleikar, sum kunnu endurvinnast og sjúklingar, sum vegna sjúku, hava mist førleikar, sum kunnu endurvinnast, herundir kronikarar. Endurvenjing innan sjúkrahúsverkið fevnir ikki um varandi venjing (viðlíkahaldsvenjing) ella sosiala rehabilitering (endurmenning). Sambært lógartekstinum er lógin galdandi fyri allar sjúklingar, ið fáa veitingar frá sjúkrahúsverkinum. Lógin fevnir sostatt bæði um somatiskar og psykiatriskar sjúklingar. Sjúkrahúsverkið skal, í sambandi við at endurvenjing verður veitt, gera eina endurvenjingarætlan í samráð við sjúklingin. Landsstýrismaðurin hevur heimild til at áseta nærri reglur og treytir um endurvenjing her undir, hvat endurvenjing innan sjúkrahúsverkið fevnir um, um endurvenjingarætlanir og hvørji endurvenjingartilboð sjúklingurin kann verða ávístur til. Sjúkrahúsini hava rætt og skyldu til at veita hvørjum øðrum tænastur, ið kunnu betra um viðgerðar- og endurvenjingartilboðini og raksturin innan sjúkrahúsverkið. Sjúkrahúsini kunnu gera samstarvsavtalur, fyri at betra viðgerðar- og endurvenjingartilboðini og raksturin innan sjúkrahúsverkið. Landsstýrismaðurin skal góðkenna allar samstarvsavtalur, ið hava týdning fyri sjúkrahúsverkið. Sambært § 8, stk. 2 í lóg um løgtingslóg um almenna heilsutrygd, kann eftir ávísing frá lækna verða veitt ískoyti til gjald fyri viðgerð hjá fysioterapeuti og ergoterapeuti. 3.2. Lóggáva innan almannaverk Almannaverkið kann sambært § 29 í forsorgarlógini veita endurvenjing til persónar í aldrinum 18 - 66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. í serligum førum kann endurvenjing veitast til persónar, sum eru 16 - 17 ár. Endamálið er, at borgarar fáa neyðugar endurvenjingar, fyri at fáa ella fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella fyri at klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá almannaverkinum. Almannaverkið kann gera avtalur við aðrar myndugleikar, 12 stovnar og privatar veitarar um keyp av tænastum. Landsstýrismaðurin hevur heimild til at áseta nærri reglur og treytir um endurvenjing innan almannaverkið. Sambært viðmerkingunum til lógina, fevnir endurvenjing í almannaverkinum ikki um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing, men víst varð á, at næsta stigið í tilgongdini átti at verða at skipa fyribyrgjandi og viðlíkahaldsvenjing sambært forsorgarlógini. 3.3. Lóggáva innan kommunala geiran Sambært § 10 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., veita kommunurnar heimabúgvandi fólkapensjónistum tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt. Soleiðis at pensjónisturin kann búgva í egnum heimi sum longst. Tænasturnar kunnu fevna um ergoterapi, fysioterapi, endurvenjing, fyribyrgjandi venjing, viðlíkahaldsvenjing, dagtilboð, mattænastu, umlætting, koyritænastu, vegleiðing o.s.fr. Serstøk heimild er ikki fyri at áseta nærri reglur um hesar tænastur. Sambært § 13, stk. 2 nr. 5 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., kunnu kommunur seta á stovn samdøgursendurvenjingarpláss til fólkapensjónistar. Sambært álitinum frá Trivnaðarnevnd Løgtingsins, dagfest 18.mars 2014, er endurvenjingin, sum kommunurnar veita heimabúgvandi pensjónistum, tann sama sum varð veitt av Eldradeplinum, áðrenn heimatænasta, eldrarøkt v.m. varð flutt til kommunurnar at umsita. Talan er ikki um ta serligu endurvenjing, sum fer fram á sjúkrahúsinum, og sum landið hevur ábyrgd av. Samdøgursendurvenjingarpláss, sum kommunurnar kunnu seta á stovn, kunnu gerast upp á tveir ymiskar mátar sambært álitinum frá Trivnaðarnevnd Løgtingsins. . 1)  Borgarar flyta í eitt avmarkað tíðarskeið, t.d. 14 dagar ella 1 mánað inn á eitt røktarheim ella eitt eldrasambýli til intensiva venjing tað veri seg likamliga, sálarliga og sosiala. Tá uppihaldið er av, fer borgarin heimaftur og kann tá fáa gerandisendurvenjing og/ella fyribyrgjandi- og viðlíkahaldsvenjing í egnum heimi, um tørvur er á tí. . 2)  Eldri borgarar - talan er um fólk, sum hava ellisárin, ikki tey frísku eldru, sum eru von við rørsluvenjingar - kunnu fáa tilboð um venjing, sum er málrættað til tann einstaka ella í smáum bólkum. Tað kann vera til samdøgursrehabilitering, gerandisrehabilitering ella eitt minni hold - ein kann kalla tað serhold - har fólk við somu diagnosu ella á sama førleikastøði fáa venjingar. Endamálið við samdøgursendurvenjingarplássunum er at geva fólkapensjónistum møguleika fyri at endurvinna, varðveita og økja um kropsliga, sálarliga og sosiala førleikan, ella at laga seg til nýggja støðu. Málbólkurin eru eldri borgarar, sum hava kropsligan, sálarligan og sosialan førleikamiss í so stóran mun, at hesin ikki kann røkkast í egnum heimi innan fyri styttri tíðarbil og sum ikki kann veitast, meðan tey eru heima hjá sær sjálvum. Talan er um eina skipan, har borgarar, sum eru 67 ár og eldri í eitt avmarkað tíðarskeið t.d. 14 dagar ella 1 mánaða, flyta inn á eitt røktarheim ella eldrasambýli til intensiva venjing tað veri seg likamliga, sálarliga ella sosiala venjing. Tá ið uppihaldið er av, fer borgarin heimaftur og kann fáa gerandisendurvenjing og/ella fyribyrgjandi- og viðlíkahaldsvenjing í egnum heimi, um tørvur er á tí. 13 3.4. Lógartryggjaður rættur Rætturin til endurvenjing, ið lýstur er í lóggávu á almanna- og heilsuøkinum, hongur saman við fíggjarlógini. Rætturin er tengdur at eini játtan, ið er givin við heimild í løgtingslóg um landsins játtanarskipan. Játtanarsløgini eru býtt út á høvuðskontur, ið eru rakstrarjáttan, lógarbundin játtan, stuðulsjáttan og løgujáttan. Rakstrarjáttan verður brúkt, tá endamálið við játtanini fyrst og fremst er rokkið við virksemi, ið fevnir um at seta starvsfólk og hava útreiðslur í sambandi við keyp av vørum og tænastum, útvegan av tilfari og rakstri av stovnum landsins. Ikki er loyvi at gjalda útreiðslur av rakstrarjáttan, um játtan ikki er til staðar. Endurvenjing, ið veitt verður innan almanna- og heilsuøkið, er fevnd av einari rakstrarjáttan. Tískil er týdningarmikið at geva sær far um, at rætturin til endurvenjing er tengdur at einari materiellari fíggjarligari heimild at rinda fyri endurvenjing. Játtanarkarmurin á rakstrarjáttanini avgerð tí, í hvønn mun endurvenjing kann verða veitt. Tað verður tí altíð ein spurningur um raðfesting innan teir karmar, ið eru at ráða yvir. Fyri borgaran kann hetta merkja, at endurvenjing, ið borgarin sambært lógini hevur rætt til, ikki kann setast í verk vegna vantandi fíggjarliga orku. Rætturin til endurvenjing borgarans fellur tó ikki burtur av hesi orsøk, og kann setast í verk, um neyðug fígging fæst til vega. At rætturin til endurvenjing er tengdur at tøkari rakstrarjáttan merkir eisini, at tilboð um endurvenjing ikki altíð kunnu veitast ella ikki kunnu veitast í tann mun, ið tørvurin krevur. Umframt tær reglur, ið eru ásettar í lóg um rættin til endurvenjing, er líkareglan eisini galdandi. Líkareglan er ein grundleggjandi fyrisitingarlig meginregla, sum skal tryggja, at myndugleikar í útgangsstøðinum viðgera mál eins í mun til borgarar, ið hava eins umstøður. Tað sum er líka skal viðgerast líka, og ein myndugleiki má ikki gera ósakligan mismun á borgarum. í mun til endurvenjingina merkir hetta, at um ein borgari fær tilboð frá sjúkrahúsverkinum um endurvenjing eftir apoplexitilburð, so skulu allir borgarar í somu støðu hava rætt til sama tilboð um endurvenjing. Hinvegin, um ein borgari ynskir at fáa eitt ávíst tilboð um endurvenjing, sum sjúkrahúsverkið ikki bjóðar nøkrum borgarum av tí at tað t.d. er ov kostnaðarmikið, kann ein borgari ikki krevja at fáa tilboðið. Tá ið talan er um landsstovnar, sum sjúkrahúsverkið og almannaverkið, má tænastan verða líka fyri allar borgarar í Føroyum. Tað vil siga, at ein borgari, ið hevur tørv á endurvenjing eftir eina mjadnaskurðviðgerð, má fáa sama tilboð um endurvenjing í boði, líkamikið hvar í landinum borgarin býr. Tá ið talan er um kommunurnar, má kommunala tilboðið verða líka fyri allar borgarar í kommununi. Líkareglan krevur sum sagt ikki, at tilboðini skulu kunna setast í verk, men at tey kunnu gagnnýtast í veruleikanum. T.d. ber ikki til at stovnseta tilboð í einum landafrøðiligum staði, ið merkir, at stórur partur av borgarunum í veruleikanum eru forðaðir í at nýta tilboðið. Samanumtikið kann sigast, at heimild nú er hjá øllum myndugleikum at veita endurvenjing, men lógarheimildin tryggjar í sjálvum sær ikki, at borgarin fær endurvenjing. Henda heimild skal altíð haldast upp ímóti fíggjarliga rásarúminum hjá myndugleikunum. Endurvenjing verður skipað sum ein rakstrarjáttan á fíggjarlógini, og er tænastan tískil treytað av, at fíggjarlig orka er til at veita tænastuna. Tí er tað til eina og hvørja tíð fyrst og fremst upp til leiðslurnar fyri teimum ymsu 14 myndugleikunum at gera av, hvørja raðfesting endurvenjingin fær, men í síðsta enda er tað tann politiski myndugleikin Løgtingið og kommunustýrini sum avgera, hvussu endurvenjing kann raðfestast. 3.5. ógreitt ábyrgdarbýti millum heilsuverk, almannaverk og kommunur Arbeiðsbólkurin er av teirri fatan, at nógv av teimum viðurskiftum, sum í tí dagliga verða umrødd sum markamót, ikki eru verulig markamót, men snúgva seg um onnur viðurskifti, so sum vantandi játtanin hjá einstøku myndugleikunum og vantandi samskifti og samstarv millum myndugleikar um borgarar. Hesi viðurskifti verða nærri lýst longri frammi í tilmælinum. Hinvegin eru tað viðurskifti, sum orsakað av lóggávuni eru ógreið. í høvuðsdrøgum snýr tað seg um, hvar markið er millum sjúkrahúsendurvenjing og ta endurvenjing, sum ávíkavíst almannaverkið og kommunurnar skulu veita og málbólk, sum ikki fellir innanfyri forsorgarlógina ella lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Samanumtikið vísir lýsingin omanfyri, at sjúkrahúsverkið, almannaverkið og kommunali geirin hava partvíst somu og partvíst ymisk ábyrgdarøki í samband við endurvenjing. Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava ein læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing bæði við skaða og sjúku. Endamálið er, at sjúklingurin endurvinnur sínar mistu førleikar. ábyrgdarøkið fevnir ikki um viðlíkahaldsvenjing. Almannaverkið veitir endurvenjing til frama fyri, at borgarin fastheldur ella kann fáa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella klárar seg við minni ella ongari hjálp frá almannaverkinum. ábyrgdarøkið fevnir ikki um viðlíkahaldsvenjing og fevnir bara um borgarar, ið eru millum 18 og 66 ár. Kommunali geirin veitir m.a. endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til borgarar, ið eru 67 ár ella eldri. ábyrgdarøkið er gerandisendurvenjing og viðlíkahaldsendurvenjing v.m., ið ikki er eins víðfevnd sum endurvenjingin innan sjúkrahúsverkið. í útgangsstøðinum leggur lóggávan á sjúkrahúsverkinum upp til, at sjúkrahúsverkið veitir endurvenjing til øll. Samstundis leggja forsorgarlógin og lóg um heimatænstu, eldrarøkt v.m. upp til, at øll endurvenjing ikki skal veitast á sjúkrahúsunum. Hetta hevur við sær, at neyðugt er at nágreina, hvørja endurvenjing heilsuverkið skal veita, og hvørja endurvenjing ávíkavist almannaverkið og kommunur skulu veita og til hvønn málbólk. Lýsingin av hugtakinum endurvenjing í kapittli 2 vísir, at tað kann verða torført at nágreina, hvat endurvenjing er, og hvussu skiljast kann ímillum eitt nú serkøna og almenna endurvenjing. Greitt er, at sjúkrahúsverkið skal veita serkøna endurvenjing, tá henda einans kann fara fram í sjúkrahúsverkinum og partar av almennari endurvenjing (hetta verður nærri lýst í næsta kapittli) meðan almannaverkið veitir endurvenjing til borgarar, sum eru 18 - 66 ár, sum skulu varðveita ella fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella skulu klára seg uttan ella við minni hjálp frá almannaverkinum. Eisini er greitt, at kommunur kunnu veita endurvenjing til fólkapensjónistar, og at talan er ikki um serkøna endurvenjing, sum fer fram á sjúkrahúsverkinum. Tað, sum ikki er greitt, er, hvør skal veita endurvenjing til borgarar, sum eru yngri enn 67 ár, sum ikki skulu varðveita ella fáa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella skulu klára seg uttan ella við minni hjálp frá almannaverkinum. Eisini er ógreitt, hvørja endurvenjing sjúkrahúsverkið skal veita, og 15 hvørja endurvenjing ávikavíst almannaverkið og kommunurnar skulu veita, og at fáa staðfest, nær sjúklingurinhevur fingið ta endurvenjing, sum sjúkrahúsverkið skal veita, og nær ávikavist almannaverkið og kommunurnar skulu veita endurvenjing. 3.6. Tilmæli: ábyrgdarbýtið millum heilsuverk, almannaverk og kommunur má gerast greiðari í lóggávu Sum víst omanfyri, eru ávísur ógreidleiki í verandi lóggávu. Arbeiðsbólkurin ásannar, at tað helst verður sera torført at orða lóggávu, ið heilt greitt ásetir uppgávu- og ábyrgdarbýtið, so leingi talan er um tríggjar myndugleikar. Serliga verður trupult, tá bólkurin ikki skal leggja upp til størri bygnaðarligar broytingar á øakinum, t.d. sum at savna alla endurvenjing á einum stovni ella undir einum myndugleika. Arbeiðsbólkurin hevur tó gjørt eina roynd at vísa á batar, sum kunnu viðvirka, at viðurskiftini kunnu gerast greiðari. Tá tað snýr seg um trupulleikan við at staðfesta, hvørja endurvenjing sjúkrahúsverkið veitir, og nær sjúklingurin hevur fingið ta endurvenjing, sum sjúkrahúsið skal veita, so viðgerð arbeiðsbólkurin seinni í tilmælinum átøk, sum skulu viðvirka fyri, at hesin trupulleikin verður loystur. Arbeiðsbólkurin hevur gjørt uppskot til kunngerðir, ið skulu gera viðurskiftini greiðari í mun endurvenjingina innan sjúkrahúsverkið og endurvenjingina innan almannaverkið. Heimild er ikki í lógini um heimatænstu, eldrarøkt v.m. at áseta nærri reglur um endurvenjing, sum kommunurnar veita fólkapensjónistum. í høvuðsheitum skulu kunngerðirnar nágreina, hvussu endurvenjingin innan sjúkrahúsverkið og almannaverkið verður skipað. Harumframt leggja kunngerðirnar upp til ein leist við endurvenjingarætlanum og samskipan millum myndugleikar, sum ætlandi fer at hava við sær, at borgarar frameftir uppliva at fáa eina meira skipaða og samanhangandi endurvenjingartænastu í Føroyum. í mun til borgarar, sum eru yngri enn 67 ár, sum ikki skulu varðveita ella fáa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella skulu klára seg uttan ella við minni hjálp frá almannaverkinum, má politisk støða takast til, um og hvussu hesin trupulleiki kann loysast. Arbeiðsbólkurin er ikki vitandi um, hvussu umfatandi hesin bólkurin í veruleikanum er. Tískil má trupulleikin kannast nærri, áðrenn hann verður loystur. 16 4. Verandi virksemi innan endurvenjing í fylgiskjali 1, aftast í hesum tilmæli, hevur arbeiðsbólkurin, í samstarvi við starvsfólk í verkunum, gjørt eina nágreiniliga lýsing av, hvat virksemi í dag er innan endurvenjing í ávikavist sjúkrahúsverkinum, almannaverkinum og kommunala geiranum. Um lesarin ynskir nærri kunning um virksemið, ber til at lesa fylgiskjalið. í hesum parti verða lýsingarnar ikki endurtiknar. í staðin verður umrøtt, hvørjar avbjóðingarnar eru í mun til verandi virksemi innan endurvenjing. Tær avbjóðingar, sum arbeiðsbólkurin serliga ynskir at varpa ljós á eru hesar: vantandi endurvenjingartilboð, tilboð um serkøna og almenna endurvenjing, og at tilboðið í ávísan mun er treytað av, hvar í landinum borgarin býr. 4.1. Vantandi tilboð innan endurvenjing Sum sæst av fylgiskjalið 1 til hetta tilmælið, finst longu eitt umfatandi og vælvirkandi endurvenjingartilboð í Føroyum innan sjúkrahúsverkið, almannaverkið og kommunurnar. Tilboðið innan sjúkrahúsverkið hevur virkað í eina tíð, meðan tilboðið innan bæði almannaverkið og kommunala geiran eru undir uppbyggjan. Ein stórur trupulleiki í verandi støðu er tó tann, at tað mangla endurvenjingartilboð. Hetta er ikki ein beinleiðis markamótstrupulleiki, men hetta er ein trupulleiki, ið hevur ávirkan á markamótini. Tá ið ein sjúklingur verður útskrivaður av sjúkrahúsi, uttan at hava fingið nøktandi endurvenjingartilboð, hevur tað ávirkan á almannaverkið og/ella kommunur, av tí, at hesir myndugleikar tá mugu byrja endurvenjingina frá botni av, umframt at tørvur verður á fleiri tænastum. Um almannaverkið og/ella kommunurnar hinvegin lata verða við at seta endurvenjingartilboð í verk, er vandi fyri, at borgarin versnar munandi, og fær tørv á sjúkrahúsviðgerð, ið kanska ikki varð neyðug, um endurvenjingartilboð var tøkt. Sum víst á omanfyri, hevur tað týdning fyri bæði samfelagið og borgaran, at ein borgari fær nøktandi endurvenjing frá sjúkrahúsverki, almannaverki og/ella kommunum. Fyri borgaran hevur eitt nøktandi endurvenjingartilboð við sær, at hann hevur størri møguleika fyri at klára seg sjálvan í gerandisdegnum, og størri møguleika, fyri at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin. Fyri samfelagið hevur tað minni útreiðslur við sær, um ein borgari er endurvandur í størst møguligan mun, soleiðis at borgarin framyvir hevur tørv á minni hjálp frá sjúkrahúsverki, almannaverkinum og/ella kommununum. Sjúkrahúsverkið í fylgiskjali 1 til hetta tilmælið vísir sjúkrahúsverkið á, hvørjar endurvenjingarveitingar mangla í Føroyum. Hetta serliga vegna vantandi raðfesting. Hetta hevur m.a. við sær, at sjúklingar verða útskrivaðir av sjúkrahúsi, uttan at hava fingið nøktandi tilboð um endurvenjing. í teimum førum teir eru uttanlands í viðgerð í langa tíð, mugu teir fáa endurvenjing á stovni í Danmark, av tí at einki tilboð er til teirra í Føroyum. á Landssjúkrahúsinum verður mett, at tilboð innan fysioterapi mangla til neurologiskar sjúklingar, herundir sclerosu, parkinson, vøddasjúkur og traumasjúkur, og innan gikta-, krabbameins-, hjarta- og sukursjúkur. í mun til ergoterapi verður mett, at tilboð mangla innan neurologiskar sjúkur, herundir apopleksi, sklerosu, ALS og parkinson. Innan ortopediskar sjúklingar, herundir mjadnaalloplastikk, amputatiónir, ryggja-, aksla- og knætrupulleikar. Innan medisin, herundir gikta- og vøddasjúkur, 17 krabbameins-, hjarta- og æðrasjúkur, andadráttssjúkur v.m. Harumframt er mangul uppá endurvenjing til børn fødd við breki, og sjúklingar, ið hava verið úti fyri ferðsluskaða v.m. á Klaksvíkar sjúkrahúsi verður mett, at tilboð mangla til neurologiskar sjúklingar, herundir apopleksi í fasu 2 og 3, sclerosu og parkinson. Innan medisin, herundir giktasjúkur, so sum fólk við liðagikt, slitgikt og Morbus Bechterew, krabbasjúkur, hjarta- og lungnasjúkur og lymfødemsjúkur. Suðuroyar sjúkrahús metir, at tilboð mangla á sjúkrahúsinum til diabetes- og hjartasjúklingar, umframt endurvenjingartilboð til børn. Saman við sjúkrahúsunum, er meting gjørd um tørvin á størri starvsfólkaorku í sjúkrahúsverkinum sambært tilmælinum um endurvenjingarætlan. Landssjúkrahúsið metir, at útreiðslurnar av at seta tilboðini innan endurvenjing í verk, ið vanta, verða 6,5 mió. kr. Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús meta, at útreiðslurnar fyri tilboðini, ið vanta innan teirra øki verða 2 mió. kr. Arbeiðsbólkurin heldur seg í hesum tilmæli til metingina hjá teimum fakfólkum, ið starvast innan øki, og vísir á, at tað ikki er nøktandi fyri støðuna ímillum sjúkrahúsverk, almannaverk og kommunala geiran, at tað mangla so nógv endurvenjingartilboð í sjúkrahúsverkinum. Fyri markamótini kann avleiðingin av hesum verða tann, at antin almannaverkið og/ella kommunali geirin fáa ábyrgdina av sjúklingum, ið ikki klára seg sjálvar orsakað av vantandi endurvenjing. Almannaverkið í fylgiskjali 1, vísir lýsingin av endurvenjingini í Almannaverkinum, at talan er um eina skipan sum er undir uppbyggjan. Almannaverkið vísir á, at endurvenjingin er eitt tilboð, ið stendur í vøkstri og at tað í løtuni er stórt trýst á skipanina. Vøksturin fer við tíðini ikki at standa mát við verandi starvsfólkaorku. Harumframt hevur Almannaverkið avbjóðingar í mun til hølisviðurskifti. Endurvenjingin hjá Almannaverkinum er ein landsfevnandi tænasta og skal røkka borgarum kring landið. Partar av endurvenjingini krevja atgongd til venjingarhøli. Endurvenjingin fer í ávísum føri fram heima hjá borgaranum, t.d. tá borgari ikki megnar at flyta seg til hølini. í mun til hølisviðurskiftini hevur Almannaverkið í løtuni tvær miðstøðir eina í Tórshavn og eina í Runavík. í øðrum økjum hevur Almannaverkið gjørt avtalur um at leiga høli frá eitt nú kommununum. Tá Almannaverkið skal veita endurvenjing heima hjá borgarum, er neyðugt við flutningsmøguleikum sum skulu rúma tólum. í slíkum førum skulu ressursir setast av til ferðing út til borgaran og til at veita venjing á staðnum. Tað er torført at gera ítøkiligar metingar um, hvussu stórur tørvurin á endurvenjingartænastu frá Almannaverkinum fer at gerast komandi árini. Almannaverkið metir, at so hvørt sum fleiri fólk kenna til tænastuna, fara fleiri fólk at søkja um tilboð um endurvenjing frá Almannaverkinum. Neyðugt verður tí við meira starvsfólkaorku, umframt at játtan má setast av til hølisviðurskifti v.m. frameftir. Almannaverkið hevur eisini víst á týdningin av, at tænastan verður útbygt stigvíst. Ein leyslig meting frá Almannaverkinum er, at játtanin til endurvenjing komandi ár eigur at verða góðar 3,6 mió. kr. hægri enn í ár. Kommunali geirin Sum víst á omanfyri, undir galdandi reglum á økinum, er tað ikki eitt lógarkrav, at kommunurnar skulu veita endurvenjing. Hinvegin er ásett, at kommunurnar veita heimabúgvandi fólkapensjónistum tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at pensjónisturin kann búgva í 18 egnum heimi sum longst. Við øðrum orðum veita kommunurnar røktarheimsfyribyrgjandi tænastur, her ímillum eisini endurvenjingar og samdøgurs rehabilitering. Fyri eldraøkið loysir tað seg í stóran mun at arbeiða fyribyrgjandi, bæði tí hetta er í trá við ynski borgarans, sum ynskir at verða í egnum heimi sum longst, men ikki minst, tí tað eisini loysir seg fíggjarliga at borgarin er sjálvbjargin sum longst. Tað tykist sum kommunali geirin hevur tikið avleiðingarnar av hesum og raðfestir endurvenjing. Arbeiðsbólkurin metir tað vera umráðandi, at kommunurnar framhaldandi raðfesta endurvenjing á eldra økinum. Samanumtikið Samanumtikið kann sigast, at tað longu finst eitt umfatandi og vælvirkandi endurvenjingartilboð í Føroyum innan sjúkrahúsverk, almannaverk og kommunala geiran. Trupulleikin er tó, at tað eru sera nógv endurvenjingartilboð, ið mangla, serliga innanfyri sjúkrahúsverkið, men eisini innan almannaverkið og kommunala geiran, sum eru í gongd við at uppbyggja síni endurvenjingartilboð. 4.1.1. Tilmæli: Endurvenjing má raðfestast Sum víst á omanfyri, er tað ein trupulleiki í dag, at endurvenjingartilboð vanta, serliga innan sjúkrahúsverkið. Fyri markamótini er avleiðingin av hesum tann, at antin almannaverkið og/ella kommunali geirin fáa ábyrgdina av sjúklingum, ið ikki klára seg sjálvar, orsakað av vantandi endurvenjing. Arbeiðsbólkurin mælir til, at játtan verður sett av á fíggjarlógini, soleiðis at neyðug endurvenjingartilboð kunnu mennast og verða sett í verk. Mælt verður til, at játtanin verður oyramerkt til endurvenjing, fyri at tryggja, at peningurin verður nýttur til endamálið. Hetta soleiðis, at borgarin kann fáa eina nøktandi endurvenjingartænastu, og hava betri møguleika fyri at klára seg sjálvur, tá ið hann er útskrivaður av sjúkrahúsi. Av lýsingini omanfyri og av fylgiskjali 1 sæst, at hópur av endurvenjingartilboðum mangla í løtuni. Av tí, at tað tekur tíð at uppbyggja nýggju tilboðini, soleiðis at tey verða so dygdargóð sum gjørligt og av tí, at tað kann verða trupult at seta pening av á fíggjarlógini til øll tey nýggju tilboðini samstundis, verður mælt til, at peningur so líðandi verður settur av á fíggjarlógina til endamálið. Saman við sjúkrahúsunum er meting gjørd um tørvin á størri starvsfólkaorku í sjúkrahúsverkinum, sambært tilmælinum um endurvenjingarætlan. Landssjúkrahúsið metir, at útreiðslurnar av at seta tilboðini innan endurvenjing, ið vanta í verk, verða 6.5 mió. kr. til terapeutstørv árliga. Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús meta, at útreiðslurnar fyri tilboðini, ið vanta innan teirra økið, verða 2 mió. kr. til terapeutstørv árliga. í metingini hevur sjúkrahúsverkið upplýst, hvørjar útreiðslur eru til størv innan fysioterapi og ergoterapi. Umframt hetta eru eisini útreiðslur til onnur starvsfólk, ið eru tengd at endurvenjingini, og útreiðslur til útgerð til endurvenjing. Mælt verður til, at raðfesting verður gjørd í mun til, í hvørjari raðfylgju tey ymsu endurvenjingartilboðini skulu setast í verk. Av tí, at serkøn endurvenjing bert verður veitt í 19 sjúkrahúsverkinum, og ikki kann veitast aðrastaðni, verður mælt til, at serkøna endurvenjingin innan eitt nú hjarta- og krabbameinssjúkur, umframt traumasjúkur, verður raðfest fyrst. Tá ið hesi tilboð eru sett í verk, verður mælt til at menna tilboð innan almenna endurvenjing. Av tí, at tað eru fakfólk í sjúkrahúsverkinum, ið hava vitanina um, hvørji tilboð hasta mest at seta í verk, verður mælt til, at raðfestingin verður gjørd í samráð við tey starvsfólk innnan sjúkrahúsverkið, ið arbeiða við endurvenjing. Tað liggur ikki í arbeiðssetninginum hjá hesum arbeiðsbólki at taka støðu til, á hvørjum sjúkrahúsi tey ymisku endurvenjingartilboðini skulu liggja. Støða verður í ávísan mun tikin til hetta í arbeiðsbólkinum, ið arbeiðir við at gera eina Menningarætlan fyri Sjúkrahúsverkið. Endurvenjingartænastan hjá Almannaverkinum er undir uppbyggjan, og er undir trýsti, orsakað av vantandi starvsfólkaorku, hølis- og flutningsavbjóðingum. Tørvurin á endurvenjing frá Almannaverkinum fer helst at økjast komandi árini, tá fólk gerast meira tilvitaði um tænastuna. Tískil verður mælt til, at tænastan verður stigvíst útbygd soleiðis, at Almannaverkið kann veita tænastu til teir borgarar, sum hava tørv á og rætt til endurvenjing frá Almannaverkinum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at játtanin til endurvenjing á fíggjarlógini verður økt komandi árini, samsvarandi vaksandi tørvinum á tænastuni. Ein leyslig meting frá Almannaverkinum vísir, at játtanin til endurvenjing eigur at økjast við umleið 3,6 mió. kr. komandi ár. Tá er hædd tikin fyri fleiri starvsfólkum, hølis- og flutningsviðurskiftum. Sum víst á omanfyri, er tað ikki eitt krav sambært lóggávu, at kommunurnar skulu veita endurvenjing. Hetta er eitt tilboð, sum kommunurnar kunnu veita. Arbeiðsbólkurin metir tó, at á sama hátt, sum ressursir verða settar av innan sjúkrahúsverkið og almannaverkið til endurvenjing komandi árini, eiga ressursir eisini at verða settar av í kommunala geiranum. Hetta soleiðis, at borgarin kann fáa eina nøktandi tænastu frá øllum myndugleikum. Samanumtikið verður mælt til, at endurvenjingarveitingar verða uppraðfestar fíggjarliga, og at peningur verður settur á fíggjarlógina javnan yvir nøkur ár, til endurvenjing. Hetta skuldi havt við sær, at borgarin fær eina betri endurvenjingartænastu og betri møguleika fyri at klára seg sjálvan, tá ið viðkomandi er útskrivaður av sjúkrahúsinum og, hevur tørv á endurvenjingarveiting frá Almannaverkinum ella frá kommunala geiranum. Tilmælið hevur tó við sær fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan og fyri kommunurnar. Størri íløgur í endurvenjing, fara sannlíkt at spara landi og kommunum fyri munandi útreiðslur í framtíðini, bæði tá ið tað snýr seg um innleggingar, sosialar veitingar og búpláss til eldri. 4.2. Serkøn og almenn endurvenjing í álitinum um Endurvenjing fyri fólk við førleikatarni frá 2007, verður endurvenjing býtt sundur í serkøna og almenna endurvenjing. Hetta eru hugtøk, ið javnan verða nýtt innan heilsuverkið. Hugtøkini verða lýst omanfyri í parti 2 í hesum tilmæli. í okkara grannalondum, eitt nú í Noreg, er tann endurvenjing, ið fer fram á sjúkrahúsum í høvuðsheitum serkøn endurvenjing, ímeðan almenna endurvenjingin verður løgd út til stovnar uttanfyri sjúkrahúsið. 20 Av fylgiskjali 1, til hetta tilmælið sæst, at tey trý sjúkrahúsini í dag hava tilboð um bæði serkøna og almenna endurvenjing. Landssjúkrahúsið hevur í høvuðsheitum tilboð um serkøna endurvenjing, ímeðan Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús í størri mun hava tilboð um almenna endurvenjing. Harumframt fer almenn endurvenjing eisini fram í Almannaverkinum og í kommunala geiranum. Arbeiðsbólkurin metir ikki, at tað er nakað ivamál um, at serkøn endurvenjing eigur at fara fram í sjúkrahúsverkinum. Tá ið talan er um ein sjúkling, sum hevur tørv á hjálp frá løggildum heilsustarvsfólki í sjúkrahúsgeiranum við serkunnleika til ein ávísan skaða ella sjúku, tá ið tørvur er á tvørfakligum samstarvi, og tá ið virkisførið hjá sjúklinginum er torgreitt, umfatandi, álvarsamt og/ella sjáldsamt, metir arbeiðsbólkurin, at endurvenjingin einans kann fara fram í sjúkrahúsverkinum. Tað eru uppgávur, sum eru so kompleksar, at tað ikki er ráðiligt, at tær fara fram aðrastaðni. í álitinum um Endurvenjing fyri fólk við førleikatarni frá 2007, verður mælt til, at serkøn endurvenjing í høvuðsheitum skal fara fram á Landssjúkrahúsinum, ímeðan almenn endurvenjing í størri mun skal fara fram á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi. Tá tað snýr seg um almenna endurvenjing er støðan truplari, tí tað eru 3 geirar, sum í dag veita almenna endurvenjing. Sum víst í parti 2, er ikki neyðugt, at almenn endurvenjing fer fram á sjúkrahúsum, men kann liggja uttanfyri, tí talan er um endurvenjing, har borgarin hevur tørv á hjálp frá løggildum heilsustarvsfólki við almennum førleikum, og tá ið virkisførið hjá sjúklinginum er avmarkað, uttan komplikatiónir og tað er einfalt at bøta um. Av tí, at almenn endurvenjing í dag fer fram á øllum trimum sjúkrahúsum bæði ambulant og við innleggjan, umframt í Almannaverkinum og í kommunala geiranum, verður almenna endurvenjingin ein markamótstrupulleiki. Arbeiðsbólkurin hevur umrøtt, hvussu mark kann setast í mun til veitan av almennari endurvenjing. Ein møguleiki kundi verið, at øll almenn endurvenjing varð tikin út úr sjúkrahúsverkinum, og at almannaverkið og kommunurnar fingu ábyrgd av at veita almenna endurvenjing. Hetta vildi tó ikki verið ein løtt loysn, tí sum lýsingin av endurvenjingini á sjúkrahúsunum vísir, so veita sjúkrahúsini í dag almenna endurvenjing, og hava við tíðini uppbygt sær førleika til at veita almenna endurvenjing innan ávís økir. Tey veita tilboð um endurvenjing, har sjúklingur verður innlagdur á sjúkrahús í styttri tíðarskeið, tá ið sjúklingur hevur tørv á at venja uppaftur mistan førleika vegna skaða ella sjúku, t.d. vegna mjadnaskurðviðgerð ella vegna sclerosu. Harumframt verður eisini ambulant almenn endurvenjing veitt á sjúkrahúsunum. Um hetta varð flutt út av sjúkrahúsunum hevði tað kravt, at almannaverkið og kommunurnar høvdu eina fult útbúnað endurvenjingartænastu, sum kundi tikið sær av tænastuni. Soleiðis er ikki, tí bæði í almannaverkinum og í kommununum er talan um tænastur, sum eru undir uppbyggjan, og tað tekur tíð at uppbyggja eina tænastu. Annar møguleiki er, at øll almenn endurvenjing varð samlað hjá einum myndugleika. Hetta kundi t.d. verið skipað á einum sjúkrahúsi eins og í Islandi. Fyrimunurin við, at almenn endurvenjing verður veitt á sjúkrahúsunum er, at talan er um tilboð, sum eru uppbygd yvir langa tíð, við høgari fakligheit og sum virka væl, og har hølisviðurskifti v.m. eru til taks. Hinvegin verður eisini í parti 2 víst á, at ikki øll endurvenjing kann og skal fara fram á sjúkrahúsum, men skal fara fram heima hjá borgaranum ella so nær við har borgarin býr sum gjørligt. Bæði Almannaverkið og kommunurnar veita í dag endurvenjing, sum fer fram heima hjá borgaranum ella í nærumhvørvinum, á venjingarmiðstøðum ella røktarheimum. Almannaverkið leggur dent á, at borgarin skal varðveita ella fáa tilknýtið til arbeiðsmarknaðinum, ella klára seg uttan ella við minni hjálp frá Almannaverkinum, meðan kommunurnar leggja dent á at byrgja fyri, at fólk gerast ov røktarkrevjandi. 21 Almenna endurvenjingin í Almannaverkinum fer fram sum ambulant endurvenjing, ímeðan almenna endurvenjingin í kommunala geiranum fer fram, partvíst sum ambulant endurvenjing og partvíst á røktarheimi, tá ið borgarar eru yvir 67 ár. Herundir kemur samdøgursendurvenjing vegna ellisbrek. Spurningurin er um tíðin er búgvin til, at politiski myndugleikin kann taka støðu til at fremja størri bygnaðarligar broytingar í mun til almenna endurvenjing, soleiðis at eitt greiðari ábyrgdarbýtið kann fáast á økinum. Sum víst varð á í innganginum, er tað ikki lagt upp til, at arbeiðsbólkurin skal gera uppskot um størri bygnaðarligar broytingar, og hevur bólkurin, tískil í størri mun, lagt orku í at fáa tær tænastur sum eru at virka og samvirka. 4.2.1. Tilmæli: Serkøn endurvenjing á sjúkrahúsunum og almenn endurvenjing á sjúkrahúsum, almannaverkinum og í kommunala geiranum Arbeiðsbólkurin metir ikki, at tað er nakað ivamál, at serkøn endurvenjing verður veitt í sjúkrahúsverkinum. At fáa eina dygdargóða serkøna endurvenjing er ein grundleggjandi fyritreyt fyri at fáa eina samanhangandi endurvenjingartænastu. Mælt verður eisini til, at almenn endurvenjing við innleggjan í styttri tíðarskeið, tá ið endamálið er at endurvinna mistan førleika, verður veitt í sjúkrahúsverkinum. Harumframt veitir sjúkrahúsverkið ambulanta endurvenjing. Ambulanta endurvenjingin eigur at verða veitt, soleiðis at hon er so nær við borgaran sum gjørligt. Almannaverkið hevur ábyrgd av at veita almenna endurvenjing, tá ið talan er um borgarar millum 18 - 66 ár. Endamálið er at fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og/ella klára seg uttan ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Endurvenjingin á Almannaverkinum fer fram heima hjá borgaranum ella í nærumhvørvinum á venjingarmiðstøðum. Kommunurnar hava ábyrgd av at veita heimabúgvandi fólkapensjónistum endurvenjing fyri at stimbra hesar til at kunna verða verandi í egnum heimi sum longst. Kommunurnar kunna eisini veita hesum borgarumsamdøgurs- endurvenjing. 4.3. Tilboð treytað av, hvar í landinum borgarin býr Sum víst á í innganginum og fylgiskjølum til hetta tilmælið, er tilboðið um endurvenjing í ávísan mun treytað av staðbundnum viðurskiftum, ella hvar í landinum borgarin býr. Til dømis eru tað í høvuðsheitum fólk, sum búgva í Suðuroy, ið fáa gagn av tilboðum um endurvenjing á Suðuroyar sjúkrahúsi, og í høvuðsheitum fólk í Norðoyggjum og Eysturoy, ið fáa gagn av tilboðum um endurvenjing á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tá ið talan er um ambulant endurvenjingartilboð á Landssjúkrahúsinum, eru tað serliga fólk, ið búgva í Tórshavn, ið hava ágóðan av hesum. Hetta kann t.d. hava við sær, at fólk, ið búgva í øðrum pørtum av landinum ikki hava somu atgongd til endurvenjing, sum fólk, ið búgva tætt at einum sjúkrahúsi, og tí hava høgligari atgongd til tilboðini. Ein orsøk til hetta kann vera, at borgarin ella kommunulækni hansara ikki veit, hvør endurvenjing er til taks. Her vantar kunning frá sjúkrahúsverkinum til aðrar myndugleikar um, hvat fyri tilboð eru innan sjúkrahúsverkið. Ein onnur orsøk til hetta kann vera, at tilboðið liggur ov langt frá, har borgarin býr, ella at tað er óhøgligt hjá borgaranum at koma til tilboðið. Um tað er ov langt og trupult hjá borgaranum at ferðast til tilboðið, ger borgarin ikki brúk av tilboðnum. Um tilboðið til borgaran liggur tætt við, har hann býr, er høgligt hjá honum at fáa tilboðið á staðnum. 22 4.3.1. Tilmæli: Tilboðini hjá landinum, skulu verða landsfevnandi, og tilboðini hjá kommunum skulu vera atkomulig hjá borgarum í kommunala samstarvsøkinum Sum víst á omanfyri, er endurvenjingartilboðið í ávísum førum treytað av staðbundnum viðurskiftum ella hvar í landinum borgarin býr. Ein orsøk er manglandi kunning um, hvørji tilboð eru til taks á teimum einstøku eindunum. Fyri at tryggja, at borgarin og heilsustarvsfólk eru nóg væl kunnaði um, hvørji tilboð eru innan endurvenjing kring landið, verður mælt til, at ein faldari verður gjørdur um, hvørjar veitingar innan endurvenjing verða veittar í sjúkrahúsverkinum, Almannaverkinum og í kommunala geiranum. Arbeiðsbólkurin hevur, saman við fakfólki í skipanini, framleitt hjálagda lista yvir, hvørji tilboð finnast í sjúkrahúsverkinum, almannaverkinum og hjá kommununum í dag, sí fylgiskjal 5 aftast í hesum tilmæli. Mælt verður til, at hesin faldari verður lagdur hjá kommunulæknum og aðrastaðni við upplýsing um, hvar endurvenjingartilboð eru. Hesin faldari kann vera við til at tryggja, at borgarar fáa sama tilboð um endurvenjing, uttan mun til, hvar í landinum teir búgva. Sum víst á omanfyri, kann ein onnur orsøk til ólíka tilboðið vera, at tilboðið liggur ov langt frá, har borgarin býr, ella tí at tað er óhøgligt hjá borgaranum at koma til tilboðið, sum hevur við sær, at borgarin ikki tekur av tilboðnum. Arbeiðsbólkurin metir, at tað er munur á tilboðum við innleggjan og ambulantari endurvenjing. Tá ið ein sjúklingur fær tilboð um at verða innlagdur til endurvenjing á Suðuroyar sjúkrahúsi ella Klaksvíkar sjúkrahúsi, eftir t.d. eina mjadna- ella knæskurðviðgerð, verður hann innlagdur í styttri ella longri tíðarskeið. Mett verður, at transporttíðin til og frá sjúkrahúsinum hevur minni at siga í hesum førum. Tá ið talan er um endurvenjingartilboð við innleggjan, metir arbeiðsbólkurin ikki, at tað er ein trupulleiki at skipa endurvenjingartilboð, ið liggja langt frá, har borgarin býr. Tá ið talan er um ambulanta endurvenjing, er tó neyðugt, at endurvenjingin liggur tætt við, har borgarin býr. Hetta av tí, at tað kann ganga útyvir kvalitetin á tilboðnum, um borgarin skal ferðast í fleiri tímar dagliga aftur og fram til endurvenjing. Um ein borgari við giktasjúku t.d. býr í Sørvági, og tørvar endurvenjing í svimjihyli, er trupult hjá honum, við pínu, at ferðast aftur og fram til Klaksvíkar sjúkrahús sama dag, fyri at fáa tilboð um endurvenjing. Sambært lýsingunum í fylgiskjølum til hetta tilmælið, ger Almannaverkið samstarvsavtalur við kommunur um nýtslu av felags hølum. Ein møgulig loysn á omanfyrinevnda trupulleika er, at sjúkrahúsini, Almannaverkið og kommunali geirin í fleiri førum gera samstarvsavtalur um nýtslu av felags hølum, soleiðis at ambulanta tilboðið verður so tætt uppá borgaran sum gjørligt. Samanumtikið verður mælt til, at hjálagdi faldari verður tikin í nýtslu, soleiðis at kunnað verður um, hvørji endurvenjingartilboð eru, og at ambulant endurvenjingartilboð verða skipað so tætt borgaranum sum gjørligt. 23 5. Samstarv og samskifti Staðfest er, at ein av orsøkunum til, at borgarin ikki fær nøktandi endurvenjingartilboð er, at trupulleikar eru í samstarvinum og samskiftinum millum ymsu geirarnar. Ein av orsøkunum til, at samstarvið og samskiftið ikki virkar, er, at tað í ávísum førum er ógreitt, hvør ábyrgdin og uppgávan hjá ymsu myndugleikunum er at veita endurvenjingartænastur. Mett verður, at ein fyritreytin fyri yvirhøvur at tosa um eitt samanhangandi tilboð og eina samanhangandi tænastu, tvørturum tveir ella fleiri geirar er, at ábyrgdarbýtið og uppgávubýtið millum geirarnar er so greitt sum gjørligt. Hinvegin má staðfestast, at tað í ávísum førum ikki er gjørligt at gera eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti, og tí fara óiva ivamál at stinga seg upp við jøvnum millumbilum um uppgávu- ella ábyrgdarbýtið millum geirarnar. Tá er avbjóðingin at handfara tílík ivamál á skynsaman og rættan hátt, og at hava røttu tilgongdina til at loysa hesa avbjóðing. Skipan av viðurskiftum viðvíkjandi víðarilatan av upplýsingum er týðandi táttur í hesum høpi. Hetta verður lýst nærri niðanfyri. Fleiri umboð fyri myndugleikarnar hava víst á, at grundleggjandi og týdningarmiklar upplýsingar um borgaran, t.d. um hvørja viðgerð borgarin longu hevur fingið frá øðrum geira, ikki nóg skjótt verða latnir víðari til móttakandi geiran, ið skal veita framhaldandi tilboðið. Avleiðingin av hesum er, at móttakandi myndugleikin ikki fær neyðugu vitanina um borgaran, til at kunna veita honum røttu og neyðugu tænastuna. Hetta hevur serliga stóran týdning í ávísum endurvenjingartilgongdum, har skjót og røtt viðgerð kann verða avgerandi fyri, at frægasta endurvenjingarúrslit kann røkkast. Somuleiðis er tað ein fyritreyt, at endurvenjing verður raðfest bæði mentalt og í praksis innan allar geirarnar. Best er eisini um henda raðfesting er samskipað bæði í slagi, dygd og tíð, soleiðis at endurvenjingartænasturnar, ið ymsu geirarnir veita, verða settar saman soleiðis, at borgarin fær tað heildartilboð, ið hann hevur rætt til, uttan mun til, hvør veitandi geirin er. Onnur fyritreyt er, sum víst á í innganginum, at geirarnir gerast meira tilvitaðir um, hvønn týdning endurvenjing hevur fyri lívsgóðskuna hjá borgaranum og samfelagið sum heild, bæði útfrá einum samfelagsfíggjarligum sjónarhorni, og sæð í mun til, hvussu eitt framkomið vælferðarsamfelag raðfestir lívsgóðskuna hjá borgaranum. Somuleiðis er tað ein fyritreyt, at fokus verður sett á at menna tilvitanina um, at borgarin er í miðdeplinum, og tað arbeiði, sum einstaka starvsfólkið ger mótvegis borgaranum, er at meta sum einstakur liður í samlaðu endurvenjingartilgongdini hjá borgaranum. Hetta krevur samstundis, at bæði leiðslur og starvsfólk gerast meira tilvitað um týdningin av at samstarva samskipandi og tvørfakliga millum sektorarnar. Avtalan um fleirpartasamstarv millum sjúkrahúsverkið, almannaverkið og kommunala geiran er eitt stig á hesi leið. Mett verður at avtalan kann gerast eitt týðandi amboð í royndini at skipa eitt samanhangandi tilboð til borgaran. Arbeiðsbólkurin metir, at fleiri av teimum samstarvs- og samskiftistrupulleikum, ið man hevur víst á viðvíkjandi endurvenjing, kundu verið loystir, um avtalan 24 um fleirpartasamstarv varð sett í verk sum eitt gerandisamboð hjá viðkomandi starvsfólkum at arbeiða eftir, soleiðis sum ætlanin og endamálið við avtaluni ivaleyst er. Somuleiðis metir arbeiðsbólkurin, at um tær avtalur sum eru gjørdar millum sjúkrahúsini sínámillum, viðvíkjandi ávísum sjúklingabólkum, høvdu bøtt munandi um umstøðurnar hjá viðkomandi sjúklingum, um hesar avtalur vórðu settar í verk í gerandisdegnum. Arbeiðsbólkurin mælir tí sum heild til, at tær avtalur, ið longu eru gjørdar millum geirarnar, og innanhýsis í geirunum, fáast at virka í praksis. Samstundis mælir arbeiðsbólkurin til, at farið verður undir eitt skipa og miðvíst arbeiði við at menna hugburðin og tilvitið hjá leiðslu og starvsfólki innan allar geirarnar, sum meginreglu at arbeiða samskipandi, tvørsektorielt og tvørfakliga. Hetta kann gerast við temadøgum, skeiðum og work shops, har leiðslur og starvsfólk fáa neyva kunning um og eventuelt undirvísing í endamáli og innihaldi í gjørdum avtalunum og fáa kunning um og undirvísing í, hvussu aðrastaðni verður arbeitt samskipandi, tvørsektorielt og tvørfakliga. Nevnast kann, at Psykiatriski depilin hevur tikið stig til eina útbúgving: Interprofesionel Læring og Samarbejde, hvørs endamálið er at læra um at samstarva tvørturum fakmørk. Higartil hava fólk frá heilsuverkinum, almannaverkinum og kommununum luttikið í útbúgvingini. Hóast gjørdar avtalur verða implementeraðar, og arbeitt verður miðvíst við tilviti og hugburði, sum omanfyri tilskilað, so verður ikki mett, at hetta loysir allar trupulleikar við samskifti og samstarvi. Umframt at menna tilvitanina um týdningin av samskipandi tvørgeiraligum og tvørfakligum samstarvi, verður mett neyðugt at arbeiðast má við meira formligum viðurskiftum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at tað verður ein lógarskyldu at samstarva. Hetta verður mett sum ein týdningarmikil liður í menningini av hugburðinum, men royndir frá Noreg vísa, at ein lógarskylda at samstarva má tvinnast saman við einari ítøkiligari ætlan at seta í verk tey viðurskifti, ið samstarvi skal innihalda. Skyldan at samstarva tvørturum geirarnar má stuðlast við ítøkiligum reglum um, hvussu hetta samstarv skal fara fram í verki. Amboð, ið stuðla undir tað ið er umrøtt omanfyri, er arbeiði at menna dynamiskar endurvenjingarætlanir og tvørgeiraliga samskipan. 5.1. Endurvenjingarætlan ásetingar eru um endurvenjingarætlan í § 6a í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið. Sambært viðmerkingunum til lógina skulu sjúkrahúsini, í samráð við sjúklingin, geva tilboð um endurvenjingarætlan, soleiðis at skilja, at sjúklingurin hevur rætt til at fáa tilboð um eina endurvenjingarætlan frá sjúkrahúsinum, men um hann ikki ynskir hesa, stendur tað honum frítt fyri ikki at taka ímóti tilboðnum. Sambært § 6a í sjúkrahúsverkslógini, skal landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um m.a. endurvenjingarætlanir í kunngerð. ásetingar eru ikki um endurvenjingarætlanir í forsorgarlógini. Tó er áseting um, at landsstýris- maðurin ásetir nærri reglur og treytir um endurvenjing innan almannaverkið. Mett verður, at landsstýrismaðurin við hesari heimild hevur møguleika fyri at áseta reglur um endurvenjingarætlanir í kunngerð. Arbeiðsbólkurin er vitandi um, at Almannaverkið longu ger endurvenjingarætlanir, ið eru grundaðar á ein fakligan tørv og um, hvussu endurvenjingin innan Almannaverkið er skipað. 25 Ein endurvenjingarætlan er eitt amboð innanhýsis hjá myndugleikanum at skipa endurvenjingar- arbeiðið hjá sær. Endurvenjingarætlanin er haraftrat eitt amboð, ið skal upplýsa aðrar myndugleikar um støðuna hjá borgaranum, og hvør tørvurin er hjá honum. Sum støðan er nú, eru ofta upplýsingar av týdningi, ið vanta, tá borgari ferðast frá sjúkrahúsinum og til annan myndugleika og øvugt. Endamálið við endurvenjingarætlanini í hesum høpi er, at hon skal virka sum ein sambindandi liður millum avvarðandi myndugleikar, ið tryggjar borgaranum eina samanhangandi endurvenjingar- tilgongd. Tilgongdin at gera eina endurvenjingarætlan byrjar longu, tá borgarin verður innlagdur á sjúkrahúsið. Skilt á tann hátt, at heilsustarvsfólk skráseta alt, sum hevur týdning fyri sjúklingin og viðgerðina av viðkomandi. Skjalfest verður ein sokallað epikrisa, sum m.a. vísir, hvørja viðgerð herundir eisini, hvørja endurvenjing sjúklingurin fær, meðan viðkomandi er á sjúkrahúsinum. Fysioterapeutar og ergoterapeutar hava upplýst, at tey í teirra yrki seta mál fyri, hvat borgarin skal endurvinna við endurvenjingini og gera so eisini metingar av, nær og hvussu málið kann røkkast. Arbeiðsbólkurin metir, at teir sjúklingar, ið verða útskrivaðir av sjúkrahúsinum og sum hava ein heilsufakligan mettan tørv á endurvenjing frá almannaverkinum og kommunala geiranum, fáa eina endurvenjingarætlan við sær frá sjúkrahúsverkinum. Endurvenjingarætlanin skal yvirskipað lýsa, hvat málið er við endurvenjingini, hvørja endurvenjing sjúklingurin hevur fingið á sjúkrahúsinum (útskrift av epikrisu), um sjúklingurin er liðugt endurvandur, og hvørja endurvenjing sjúklingurin framhaldandi hevur tørv á. Sum nevnt, ger Almannaverkið longu endurvenjingarætlanir fyri teir borgarar, ið hava fingið játtað endurvenjing. Nevniliga spurningurin, um sjúklingurin er liðugt endurvandur, er eitt týðandi vandamál, tá borgari skal ferðast millum geirarnar. Kjarnan í málinum snýr seg um, at móttakandi geirin er ósamdur við sjúkrahúsverkið, um borgarin er liðugt endurvandur. Til spurningin knýtir seg bæði eitt ivamál um neyðuga orkan og tilfeingið er sett av til viðkomandi borgara, og um borgarin reint fakliga hevur fingið røttu og nøktandi endurvenjingina. Neyvan slepst heilt undan at kjakast verður um hetta millum geirarnar. Tó metir arbeiðsbólkurin, at við at samskipa arbeiðið við endurvenjingarætlan, sum eisini er lýst niðanfyri, kunnu geirarnir koma ásamt um, hvør veruligi tørvurin hjá viðkomandi borgara er og fakliga eftirmeta viðgerðina, ið hann longu hevur fingið. Arbeiðsbólkurin ásannar tó, at størri játtan og raðfesting av tilfeingi innan sjúkrahúsverkið er neyðug í hesum høpi. Sleppast kann neyvan heilt undan, at geirarnir kjakast um hettar, men t.d. við at seta klár mál í endurvenjingarætlanina um viðkomandi borgara og lýsa, hvørja viðgerð viðkomandi hevur fingið, ber til at greiða ivamálið viðvíkjandi hesum. Mælt verður til, at avvarðandi myndugleikar fáa álagt eina skyldu at samstarva um endurvenjingarætlanina. Hetta samstarv skal byrja, tá heilsuverkið metir, at sjúklingurin hevur ein tørv á framhaldandi endurvenjing hjá øðrum myndugleika. Nágreiniliga innihaldið av hesum samstarvi skal gerast ein partur av verandi fleirpartasamstarvsavtaluni millum sjúkrahúsverkið, almannaverkið og kommunala geiran. Sjúklingurin/borgarin sjálvur eigur eisini at fáa høvi at verða við í arbeiðinum at gera endurvenjingarætlan. Hetta fyri at tryggja, at endurvenjingarætlanin samsvarar við veruliga tørvin og mál hjá viðkomandi sjúklingi/borgara. Eisini er hetta við til at tryggja at sjúklingurin/borgarin og móttakandi geirin eru á einum máli um framhaldandi venjingina. Sjúklingurin/borgarin eigur eisini at fáa høvi til at hava avvarðandi við í viðgerðini, um honum tørvar tað. 26 Endurvenjingarætlanin gevur ikki sjúklinginum størri rættindi til veitingar, enn lóggávan annars tilskilar. Mælt verður til, at hvør geiri hevur høvuðsábyrgd fyri sínum egna málsøki. Hetta merkir, at um borgari verður innlagdur á eitt sjúkrahús, hevur sjúkrahúsverkið ábyrgd fyri at gera endurvenjingarætlan og fáa samstarv í lag við aðrar myndugleikar. Tá sjúklingurin er útskrivaður og visiteraður til endurvenjing hjá almannaverkinum, hevur almannaverkið ábyrgd fyri at gera endurvenjingarætlan og fáa í lag samstarv við aðrar myndugleikar, um hetta gerst neyðugt. á tann hátt er tað altíð ein myndugleiki, ið hevur ábyrgd fyri borgaranum. Endurvenjingarætlanin skal fatast sum eitt livandi skjal, ið verður ment víðari hjá tí myndugleika, ið borgarin ferðast til. At myndugleikarnir samstarva um ætlanina, forðar eisini fyri at misskiljingar og ósemjur kring endurvenjingartilgongdina taka seg upp í ymsu geirunum, t.d. nær sjúklingurin/borgarin er liðugt endurvandur. Endurvenjingarætlanin ferðast við borgaranum og í tí føri, at borgarin aftur verður innlagdur, hevur sjúkrahúsverkið tá eina dynamiska endurvenjingarætlan, ið lýsir farnu endurvenjingina, ið sjúkrahúsverkið hevur gjørt og endurvenjingina, ið almannaverkið hevur gjørt. Gerast skal tó greitt, at talan verður ikki um eina eindurvenjingarætlan fyri sjúkrahúsverkið, almannaverkið og kommunala geiran. Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgd fyri síni egnu endurvenjingarætlan og sama ger seg galdandi fyri almannaverkið og kommunala geiran. Ongin endurvenjingarætlan er bindandi fyri annan geira. Endamálið er at fáa samskipa arbeiðið og fáa ætlanirnar at hóska saman til tørvin hjá borgaranum, uttan mun til, hvar hann er í skipanini. Arbeiðsbólkurin hevur umrøtt vavið av endurvenjingarætlanini. Tað er ymiskt, hvat innihaldið í hesum endurvenjingarætlanum er. Ein endurvenjingarætlan kann vera eina til tvær síður og innihalda týdningarmiklastu kunningina um sjúklingin. Endurvenjingarætlanin kann eisini verða á 30 síður og innihalda gjølliga kunning um sjúklingin. Fakfólk innan sjúkrahúsverkið mæla til, at endurvenjingarætlanin í fyrstu atløgu verður heilt einføld, soleiðis at týdningarmiklasta kunningin um sjúklingin verður latin víðari til næsta myndugleika. Endurvenjingarætlanin kann til dømis innihalda upplýsing um sjúkrasøgu og førleikar hjá sjúklinginum, um sjúklingurin er liðugt endurvandur og hvat mælt verður til, at endurvenjingin eftir útskrivan miðar ímóti. Um tað vísir seg, at vit í Føroyum hava tørv á meira gjølligum endurvenjingarætlanum, kann hetta takast upp seinni. Standardisering av endurvenjingarætlanini hevur verið umrøtt sum ein týðandi táttur í hesum høpi. Harumframt metir arbeiðsbólkurin, at borgari, ið hevur tørv á eginendurvenjing eftir útskrivan, eigur at fáa endurvenjingarætlan frá sjúkrahúsverkinum, soleiðis at borgarin sjálvur kann gera neyðugu endurvenjingina heima. 5.2. Samskipan av endurvenjing ásetingar eru ikki um samskipan í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið og í forsorgarlógini (ásetingar um endurvenjing). Tó er áseting um, at landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur og treytir um endurvenjing innan sjúkrahúsverkið og almannaverkið. Mett verður, at landsstýrismaðurin við hesari heimild, hevur møguleika fyri at áseta nærri reglur um samskipan av endurvenjingartilboðnum í kunngerð. 27 Arbeiðsbólkurin mælir til, at reglur um samskipan av endurvenjingartilboðnum verða ásettar í kunngerð, við heimild í ávikavist sjúkrahúsverkslógini og forsorgarlógini. í Noreg eru reglur ásettar í lóg og kunngerð um koordinatiónsskipan, sí fylgiskjal 2, har greitt verður frá norsku lóggávuni. Sambært lóggávuni, hava sjúklingar við tørvi fyri longrivarandi og samansettum tænastum, rætt til ein samskipara. Samskiparin skal syrgja fyri neyðugari uppfylging av einstaka sjúklinginum, umframt tryggja samskipan av endurvenjingartilboðnum og framdrift viðvíkjandi endurvenjingarætlanini. Skipanin í Noreg er rættuliga umfatandi við fleiri løgum av samskipandi eindum og stovnsetan av koordinatiónseindum hjá landi og kommunum. Mett verður ikki, at vit í Føroyum hava tørv á so umfatandi samskipan av endurvenjingartilboðnum, sum í Noreg. Arbeiðsbólkurin mælir tí til, at skipanin, ið verður sett í verk í Føroyum, verður meira einføld, enn skipanin í Noreg. Greitt verður frá hesum niðanfyri. Samskipan av tilboði um endurvenjing til borgaran, er ein minst líka týðandi táttur sum endurvenjingarætlanin. Trupulleikin í dag er, at sjúklingurin eftir útskrivan, í fleiri førum má samskipa sítt egna endurvenjingartilboð sjálvur, ella við hjálp frá avvarðandi. Tað er tyngjandi fyri ein sjúkling, ið frammanundan er í einari veikari støðu, at vera sosialráðgevi í egnum lívi. Arbeiðsbólkurin metir, at tað er neyðugt, at sjúklingar, ið tørva endurvenjing frá øðrum myndugleikum eftir útskrivan av sjúkrahúsi, fáa tilboð um ein samskipara, ið hevur ábyrgdina av at samskipa endurvenjingartilboðið til sjúklingin. Samskipanin er við til at gera tilgongdina hjá sjúklinginum frá sjúkrahúsverkinum til annan myndugleika so smidliga sum gjørligt. Sama tilboð eiga teir borgarar at fáa, ið eru í endurvenjing innan almannaverkið og kommunala geiran, sum tørva endurvenjing frá øðrum geira. Tilboðið skal einans verða galdandi um mett verður, at sjúklingurin/borgarin hevur tørv á endurvenjing frá øðrum geira, eftir lokna endurvenjing hjá einum geira. Arbeiðsbólkurin metir, at samskiparin innan allar geirarnar, eigur at vera eitt heilsufakligt starvsfólk. í avtaluni um fleirpartasamstarv millum sjúkrahúsverkið, almannaverkið og kommunurnar frá 3. mars 2015, verður samskipan av tilboði eftir útskrivan umrødd. Nágreinilig avtala er um, hvør ger hvat frá innleggjan til útskrivan av sjúklingum við samansettum tørvi í somatikkini og av sjúklingum, ið hava verið innlagdir á Psykiatriska depilinum. Avtalað er, at allir sjúklingar skulu hava eina familjusamrøðu, seinast 2 vikur eftir innleggjan. í hesari samrøðu luttaka avvarðandi heilsustarvsfólk, sjúklingur og avvarðandi. Hetta fyri at samskipa tilboðið undir innleggjan. Síðani er ein miðskeiðis familjusamrøða. í hesari samrøðu luttaka avvarðandi heilsutarvsfólk á sjúkrahúsinum, sjúklingur og hansara avvarðandi, umframt samskipari frá Almannaverkinum og/ella visitator frá kommununum. At enda er ein útskrivingarsamrøða, har avvarðandi heilsustarvsfólk, sjúklingur og hansara avvarðandi, samskipari frá Almannaverkinum og/ella visitator frá kommununi luttaka. ásett er, at sjúkrarøktarfrøðingur hevur ábyrgdina av at kalla inn til hesar samrøður. Tá ið sjúklingurin er útskrivaður, hevur samskiparin frá Almannaverkinum ábyrgdina av at samskipa endurvenjingar- tilboðið hjá viðkomandi. Sum arbeiðsbólkurin hevur fingið greitt frá á sjúkrahúsverkinum, almannaverkinum og kommunala geiranum, er omanfyrinevnda avtala ikki enn farin at virka sum hon skal í praksis. 28 Hvør myndugleiki hevur ábyrgdina fyri samskipan á sínum málsøki. í praksis fer hetta at merkja, at tá sjúklingurin verður innlagdur á sjúkrahús, verður ein samskipari tilnevndur, ið tekur sær av at fáa samstarv í lag við tann myndugleika, ið sjúklingurin verður mettur at fáa framhaldandi endurvenjing frá. Er talan um at Almannaverkið er tann myndugleiki, ið skal veita framhaldandi endurvenjing, verður samskipari samstundis tilnevndur hjá Almannaverkinum, ið samstarvar við sjúkrahúsverkið um viðkomandi sjúkling. Samskipararnir taka sær av at skipa fyri fundum í sambandi við endurvenjingarætlan, visitering v.m. Endamálið er, at sjúklingurin fær eina so smidliga tilgongd sum møguligt frá einum myndugleika til ein annan. Týdningarmikið í hesum føri er, at sjúklingurin/borgarin altíð hevur ein samskipara. Hetta merkir, at tá hann er innlagdur hevur sjúkrahúsverkið ábyrgdina fyri at seta samskipan í verk. Um borgarin ikki hevur verið innlagdur, men eitt nú er visiteraður til eitt tilboð innan almannaverkið, er tað almannaverkið, ið hevur ábyrgdina fyri at seta samskipan í verk, um borgarin t.d. vísir seg at hava tørv á innlegging á sjúkrahúsi ella tørv á veiting frá kommunala geiranum í sambandi við sína endurvenjingartilgongd hjá almannaverkinum. Sama ger seg galdandi fyri kommunala geiran. Mælt verður til, at samskiparin innan sjúkrahúsverki er eitt heilsustarvsfólk og innan almannaverkið og kommunala geiran, er samskiparin ein terapeutur. Arbeiðsbólkurin mælir til, at samskipandi leikluturin fer at líkjast omanfyrinevndu fleirpartasamstarvsavtaluni og at nágreiniliga innihaldi av samskipandi leiklutinum skal gerast ein partur av avtaluni. 5.3. Avbjóðingar av at lata upplýsingar víðari Viðgerðin av spurninginum um, hvussu bøtast kann um samstarvið og samskiftið millum ymsu geirarnar, tekur ikki støðu til tey krøv og tær formligu forðingarnar, ið lóggávan og kunningartøkni setur fyri, hvussu samstarv og samskifti kann fara fram. Trupulleikar í sambandi við at upplýsingar verða latnar millum myndugleikar, snúgva seg um krøv í lóggávuni og avbjóðingar í kunningartøknini, herundir kt-trygd, krøv um at savna inn og goyma persónsupplýsingar, og um at lata persónsupplýsingar víðari, umframt avbjóðingar í at fáa latið upplýsingar millum ymsar skipanir. Trupulleikin sum heild er ikki serligur í mun til endurvenjing sum so. Tann formligi trupulleikin er generellur í samstarvinum millum geirarnar. Viðmerkjast skal, at avtalan um fleirpartasamstarv ikki tekur hædd fyri, hvørjar praktiskar avbjóðingar eru viðvíkjandi kunningartøkni, í mun til víðarilatan av upplýsingum, men bert vísir á, hvørjar lógir eru galdandi viðvíkjandi tagnarskyldu og persónsupplýsingum. Trupulleikin við at lata persónsupplýsingar víðari, kann loysast við einum samtykki, soleiðis sum fyriskrivað í persóndatalógini og fyrisitingarlógini.Tí verður mælt til, at borgarin t.d. í endurvenjingarætlanini skal taka støðu til, um hann gevur samtykki til at lata upplýsingar víðari. Hetta verður tikið við í kunngerð um endurvenjing, undir krøv til endurvenjingarætlanina. Arbeiðsbólkurin metir, at parturin av trupulleikanum, ið viðvíkur krøvunum í lóggávuni og avbjóðingum í kunningartøkni, má loysast yvirskipað ímillum geirarnar. 29 5.4. Tilmæli: Samstarvið og samskiftið millum ymsu geirarnar, má styrkjast við endurvenjingarætlan og samskipan Sum viðgjørt omanfyri undir parti 5, er tað ein trupulleiki í verandi skipan, at borgarar detta niðurímillum ymsu skipanirnar, ella at ábyrgdin er býtt millum geirarnar uttan tó, at at nakar geiri tekur fulla ábyrgd, og borgararnir tískil ikki fáa eitt nøktandi tilboð. Hetta serliga av teirri orsøk, at samskiftið og samstarvið ikki virkar nóg væl. Arbeiðsbólkurin metirat hesin trupulleiki í stóran mun kundi verið loystur við, at endurvenjing verður raðfest, at henda raðfesting er samskipað bæði í slagi, dygd og tíð, at gjørdar avtalur fáast at virka, at farið verður undir eitt skipað og miðvíst arbeiði við at menna hugburðin og tilvitið hjá leiðslu og starvsfólki innan allar geirarnar, til sum meginreglu at arbeiða samskipandi, tvørgeiraligt og tvørfakligt. Harumframt verður mælt til, at forðingar í at lata persónsupplýsingar víðari verða beindar burtur, og at farið verður undir at seta í verk eina skipan við endurvenjingarætlan og samskipan av endurvenjingartilboðum. Endurvenjingarætlan og samskipan Arbeiðsbólkurin mælir til, at ásetingar um endurvenjingarætlanir, verða ásettar í kunngerð við heimild í sjúkrahúsverkslógini og forsorgarlógini. Mælt verður til, at áseta, at sjúklingur fær endurvenjingarætlan frá sjúkrahúsverkinum, tá mett verður at honum tørvar víðari endurvenjing hjá øðrum myndugleika. Hjá almannaverkinum verður mælt til, at kunngerðin staðfestir praksis, ið er, at øll, ið fáa játtað endurvenjing frá almannaverkinum fáa eina endurvenjingarætlan. Eisini eigur at verða ásett, at sjúklingur og avvarðandi, um sjúklingurin ynskir tað, skulu takast við í arbeiðið at tilevna endurvenjingarætlanina. Mælt verður til, at sjúkrahúsverkið skal hava skyldu til at samstarva við almannaverkið og kommunurnar um endurvenjingarætlanina. Sama skylda um samstarv skal gera seg galdandi fyri almannaverkið mótvegis hinum geirunum. Mælt verður til, at sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av at gera endurvenjingarætlanir fyri teir sjúklingar, ið eru innlagdir á sjúkrahúsinum og hava ein mettan tørv á endurvenjing frá øðrum geirum. Almannaverkið hevur ábyrgdina av at gera endurvenjingarætlan fyri borgarar, ið hava fingið játtað endurvenjing frá almannaverkinum. Myndugleikarnir fáa eina álagda skyldu at samstarva.Tann, ið hevur sjúklingin/borgaran undir hond, hevur skyldu at taka upp samstarv við tann geiran, har mett verður at tann víðari endurvenjingin fer at halda fram. Samstarvið skal tryggja at ein myndugleiki altíð hevur ábyrgdina fyri sjúklinginum/borgaranum, og at endurvenjingarætlanirnar hjá avvarðandi myndugleikum byggja á upplýsingar hjá hvørjum øðrum. Tó uttan at verða bindandi tvørtur um geirarnar. Talan verður ikki um eina endurvenjingarætlan, men um fleiri ætlanir. Eitt livandi skjal, ið ferðast saman við borgaranum og sum verður ment í tráð við endurvenjingartilgongdina hjá viðkomandi borgara. Arbeiðsbólkurin hevur umrøtt vavið av endurvenjingarætlanini. Tað er ymiskt, hvat innihaldið í hesum endurvenjingarætlanum er. Ein endurvenjingarætlan kann vera eina til tvær síður og innihalda týdningarmiklastu kunningina um sjúklingin. Endurvenjingarætlanini kann eisini verða á 30 síður og innihalda gjølliga kunning um sjúklingin. Fakfólk innan sjúkrahúsverkið mæla til, at endurvenjingarætlanin í fyrstu atløgu verður heilt einføld, soleiðis at týdningarmiklasta kunningin um sjúklingin verður latin víðari til næsta myndugleika. Um tað vísir seg, at vit í Føroyum hava tørv á 30 meira gjølligum endurvenjingarætlanum, kann hetta takast upp seinni. Hesum tekur arbeiðsbólkurin undir við.Arbeiðsbólkurin mælir harumframt til, at kunngerðirnar hava áseting um samskipan, har myndugleikarnir hvør í sínum lagi tilnevna samskiparar fyri teir borgarar, ið hava tørv á samskipan. Mælt verður til, at hetta verður ein skipan, sum líknar teirri skipan, ið er staðfest í fleirpartasamstarvsavtaluni millum sjúkrahúsverkið, almannaverkið og kommunurnar, sum lýst omanfyri í parti 5. Mælt verður til, at samskiparin innan geirarnar er eitt heilsufakligt starvsfólk. Tann myndugleikin, ið hevur sjúklingin/borgaran undir hond, tekur stig til samstarv. Sjúkrahúsverkið tilnevnir ein samskipara, tá borgarin verður innlagdur og endurvenjingartilgongdin er byrjað. Almannaverkið tilnevnir samskipara, tá greitt er, at sjúklingur innan heilsuverkið tørvar endurvenjing frá almannaverkinum ella tá borgari, ið fær endurvenjing frá almannaverkinum tørvar endurvenjing frá sjúkrahúsverkinum ella kommunala geiranum. Mælt verður somuleiðis til, at kommunali geirin tilnevnir samskipara, tá greitt er, at sjúklingur/borgari innan heilsuverkið ella almannaverkið tørvar endurvenjing frá kommunala geiranum, ella tá borgari, ið fær endurvenjing innan kommunala geiran, tørvar endurvenjing frá sjúkrahúsverkinum ella almannaverkinum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at tær reglur, ið verða ásettar í kunngerð um samskipara, skulu líkjast teimum, ið er niðurfeldar í samstarvsavtaluna viðvíkjandi endurvenjing millum sjúkrahúsverkið, almannaverkið og kommunala geiran. Viðvíkjandi persónsupplýsingum, so kann trupulleikin loysast við einum samtykki, soleiðis sum fyriskrivað í persóndatalógini og fyrisitingarlógini, og verður tí mælt til, at borgarin t.d. í endurvenjingarætlanini skal taka støðu til, um hann gevur samtykki til at lata upplýsingar víðari, og at hetta verður tikið við í kunngerð um endurvenjing undir krøv til endurvenjingarætlanina. Samstarv Umframt omanfyrinevndu trupulleikar við samskifti, metir arbeiðsbólkurin eisini, at sjúkrahúsverkið, almannaverkið og kommunali geirin hava avbjóðingar í mun til samstarv. Arbeiðsbólkurin mælir tí til, at tær avtalur, ið longu eru gjørdar millum geirarnar, og innanhýsis í geirunum, fáast at virka í praksis. Hetta kann gerast við at leiðslur og starvsfólk fáa neyva kunning um og møguliga undirvísing í endamáli og innihaldi í avtalunum, við t.d. temadøgum, skeiðum og work shops. Samstundis mælir arbeiðsbólkurin til, at farið verður undir eitt skipað og miðvíst arbeiði at menna hugburðin og tilvitið hjá leiðslu og starvsfólki innan allar geirarnar, til sum meginreglu at arbeiða samskipandi, tvørgeiraligt og tvørfakligt.Hóast gjørdar avtalur verða settar í verk og arbeitt verður miðvíst við hugburðinum, sum omanfyri tilskilað, so verður ikki mett, at hetta loysir allar trupulleikar við samskifti og samstarvi. Umframt at menna tilvitanina um týdningin av samskipandi tvørgeiraligum og tvørfakligum samstarvi, verður mett neyðugt at arbeiða við meira formligum viðurskiftum. 31 Arbeiðsbólkurin mælir til, at tað verður ein lógarskylda at samstarva. Hetta verður mett sum ein týdningarmikil liður í menningini av hugburðinum, men royndir aðrastaðni vísa, at hetta einsamalt ikki loysir allar trupulleikarnar. Skyldan at samstarva tvørgeiraligt má tengjast saman við ítøkiligum leiðreglum fyri, hvussu hetta samstarv skal fara fram í verki. Møgulig verkseting í hesum høpi, kundi verið at skipa fyri ráðstevnu um evni, skipa fyri verkætlan yvir ávíst áramál, umframt annað. 32 6. Samandráttur í hesum parti er samandráttur av tilmælunum frá arbeiðsbólkinum um endurvenjing á markamótinum sjúkrahúsverk, almannaverk og kommunur. 1. Endurvenjing má raðfestast Tað kann staðfestast, at endurvenjing innan allar geirar má raðfestast, til tess at borgarar skulu fáa eina nøktandi og samanhangandi tænastu. Serliga innan sjúkrahúsverkið mangla tilboð, og innan fleiri serøkið er eingin serkøn endurvenjing. Sjúkrahúsverkið metir, at tørvur er á 8,5 mió.kr. til at uppraðfesta vantandi tilboð innan endurvenjing. Eisini almenna endurvenjingin í almannaverkinum og í kommunala geiranum má raðfestast hægri. Almannaverkið metir, at tørvur er á 3,6 mió.kr. til at styrkja endurvenjingina. Tað hevur stóran týdning at talan er um eina samskipaða raðfesting frá øllum pørtum. Hetta er ein fyritreyt fyri, at borgarar fáa eina samanhangandi tænastu. Størri íløgur í endurvenjing, fara sannlíkt at spara landi og kommunum fyri munandi útreiðslur í framtíðini, bæði tá ið tað snýr seg um innleggingar, sosialar veitingar og búpláss til eldri. 2. Tilboðini hjá landinum skulu verða landsfevnandi Endurvenjingartilboðið í Føroyum er í ávísum førum treytað av staðbundnum viðurskiftum ella hvar í landinum borgarin býr. Tað er umráðandi, at allir borgarar hava somu møguleikar fyri at fáa endurvenjing. Fyri at tryggja, at borgarin og heilsustarvsfólk eru nóg væl kunnaði um, hvørji tilboð eru innan endurvenjing kring landið, hevur arbeiðsbólkurin, saman við fakfólki í skipanini, framleitt hjálagda lista yvir, hvørji tilboð eru í dag í sjúkrahúsverkinum, almannaverkinum og hjá kommununum, sí fylgiskjal 5 aftast í hesum tilmæli. Mælt verður til, at viðkomandi myndugleikar fáa kunning um, hvar endurvenjingarveitingar eru at fáa. Hesin faldari kann vera við til at tryggja, at borgarar fáa sama tilboð um endurvenjing, uttan mun til, hvar í landinum teir búgva. 3. ábyrgdarbýtið millum heilsuverk, almannaverk og kommunur má gerast greiðari í lóggávu Arbeiðsbólkurin ásannar, at tað helst verður sera torført at orða lóggávu, ið heilt greitt ásetir uppgávu- og ábyrgdarbýtið, so leingi talan er um tríggjar myndugleikar - serliga tá bólkurin ikki skal leggja upp til størri bygnaðarligar broytingar á økinum. Arbeiðsbólkurin hevur gjørt uppskot til kunngerðir, ið skulu gera viðurskiftini greiðari í mun til endurvenjingina innan sjúkrahúsverkið og endurvenjingina innan almannaverkið. Heimild er ikki í lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. at áseta nærri reglur um endurvenjing, sum kommunurnar veita fólkapensjónistum. í høvuðsheitum skulu kunngerðirnar nágreina nærri, hvussu endurvenjingin innan sjúkrahúsverkið og almannaverkið verður skipað. Harumframt leggja kunngerðirnar upp til ein leist við endurvenjingarætlanum og samskipan millum myndugleikar, sum ætlandi fer at hava við sær at borgarar frameftir uppliva at fáa eina meira skipaða og samanhangandi endurvenjingartænastu í Føroyum. í mun til borgarar, sum eru yngri enn 67 ár, sum ikki skulu varðveita ella fáa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, ella skulu klára seg uttan ella við minni hjálp frá almannaverkinum, so má politisk 33 støða takast til, um og hvussu hesin trupulleiki kann loysast. Arbeiðsbólkurin er ikki vitandi um, hvussu umfatandi hesin bólkurin í veruleikanum er, og tískil má trupulleikin kannast nærri, áðrenn hann verður loystur. 4. Serkøn endurvenjing á sjúkrahúsunum og almen endurvenjing á sjúkrahúsum, í almannaverkinum og kommunala geiranumBólkurin metir ikki, at tað er nakað ivamál, at øll serkøn endurvenjing skal fara fram á sjúkrahúsunum. At fáa eina dygdargóða serkøna endurvenjing, er ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at fáa eina samanhangandi endurvenjingartænastu. Mælt verður harumframt til, at almenn endurvenjing við innleggjan í styttri tíðarskeið, verður veitt í sjúkrahúsverkinum. Harumframt veitir sjúkrahúsverkið ambulanta endurvenjing. Ambulanta endurvenjingin eigur at verða veitt, soleiðis, at hon er so tætt við borgaran sum gjørligt. Almannaverkið hevur ábyrgd av at veita almenna endurvenjing, tá ið talan er um borgarar millum 18 - 66 ár, og endamálið er at fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og/ella klára seg uttan ella við minni hjálp frá almannaverkinum. Endurvenjingin á almannaverkinum fer fram heima hjá borgaranum ella í nærumhvørvinum á venjingarmiðstøðum. Kommunurnar hava ábyrgd av at veita heimabúgvandi fólkapensjónistum endurvenjing, fyri at stimbra hesar til at kunna verða verandi í egnum heimi sum longst. Kommunurnar kunna eisini veita hesum borgarum samdøgursendurvenjing. 5. Samstarvið og samskiftið millum ymsu geirarnar má styrkjast við endurvenjingarætlan og samskipanBólkurin mælir til, at ein endurvenjingarætlan fylgir við sjúklinginum/borgaranum, tá ið hann verður fluttur frá einum geira til annan. Endurvenjingarætlanin skal fyrst og fremst staðfesta/skjalfesta, hvørja viðgerð borgarin hevur fingið, áðrenn viðkomandi verður fluttur til annan myndugleika. Hvør myndugleiki hevur ábyrgd fyri sínari endurvenjingarætlan, men álagt verður myndugleikunum at samstarva um endurvenjingarætlanina, soleiðis at hon verður eitt livandi skjal, ið mennist í tráð við endurvenjingartilgongdina hjá viðkomandi sjúklingi/borgara. Samskiparar verða tilnevndir hjá teimum myndugleikum, ið skulu samstarva um viðkomandi sjúkling/borgara, ið ferðast millum geirarnar. At fáa eitt skipa samskifti og samstarv millum geirarnar, er ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at borgarin kann fáa eina samanhangandi tænastu. Arbeiðsbólkurin metir, at hesin trupulleiki í stóran mun, kundi verið loystur við, at endurvenjing verður raðfest, at henda raðfesting er samskipað bæði í slagi, dygd og tíð, at gjørdar avtalur fáast at virka, at farið verður undir eitt skipað og miðvíst arbeiði við at menna hugburðin og tilvitið hjá leiðslu og starvsfólki innan allar geirarnar, til sum meginreglu at arbeiða samskipandi, tvørgeiraligt og tvørfakligt. Arbeiðsbólkurin mælir til, at ein verkætlanarleiðari verður settur til endamálið og at skipa fyri ráðstevnum um evnið. Harumframt verður mælt til, at forðingar í at lata persónsupplýsingar víðari verða beindar burtur, og at farið verður undir at seta í verk eina skipan við endurvenjingarætlan og samskipan av endurvenjingartilboðnum. 34 Fylgiskjal 1 Lýsing av verandi virksemi innan endurvenjing á sjúkrahúsverkinum, almannaverkinum og í kommunala geiranum Lýsing av endurvenjingini í føroyska sjúkrahúsverkinum Niðanfyri er gjørd lýsing av teirri endurvenjing, ið fer fram á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi, Suðuroyar sjúkrahúsi og tí endurvenjing, ið fer fram uttanlands. Umframt hetta er lýsing av útreiðslunum á økinum og av ávísum hagtølum. Upplýsingar eru eisini um, hvørjar endurvenjingartænastur mangla í sjúkrahúsverkinum. Lýsing av endurvenjingini á Landssjúkrahúsinum Landssjúkrahúsið er høvuðssjúkrahús og býtt sundur í deplar; Psykiatriska, Medisinska, Skurð-, Bráðfeingis-, Tænastu- og Diagnostiska depilin. Endurvenjing Endurvenjing er eitt miðvíst og tíðaravmarkað samstarv millum persón við førleikatarni, avvarðandi og heilsustarvsfólk. Málið við endurvenjing er, at persónur í so stóran mun sum gjørligt, verður førur fyri at gera tað, ið hann var førur fyri, áðrenn hann misti førleikan. Tað kann vera at røra seg, at verða virkin, at fata, at kenna og at virka saman við øðrum. Málið og innihaldið í venjingini verður ásett fyri hvønn einstakan í samstarvi millum partarnar. Endurvenjing innan fysioterapi Talan er um tíðaravmarkaða endurvenjing, har miðað verður ímóti, at sjúklingurin í so stóran mun sum gjørligt, endurvinnur sínar mistu førleikar. Ortopediskir sjúklingar: Sjúkrahúslækni (LS, KS, SS og RH) ávísir til endurvenjing. Endurvenjing verður veitt mjadna- og knæalloplastik sjúklingum (nýggj mjødn og nýtt knæ), skurðviðgjørdum ryggsjúklingum, ACL, (krossbond), skurðviðgjørdum akslum, skaðum, so sum luxatiónir (úr lið), partiellir/totalir rupturar (tá ið vøddar og sinur slitna), fracturar (brot), eftirviðgerðum frá RH ella KS og annað. Aðrir kirurgiskir sjúklingar: Sjúkrahúslækni (LS, KS, SS, RH, Aalborg, Aarhus, íslandi) umframt kommunulækni, vísir til endurvenjing á Fysioterapideildini á LS. Ambulantir ortoped- og kirurgiskir sjúklingar:  Mjadnalloplastik, hold 4 vikur 8 ferðir  Knæalloplastikk, hold 4 vikur 8 ferðir  Skurðviðgjørdir ryggsjúklingar millum 6 og 8 ferðir  Skurðviðgjørdar akslar, eftir tørvi  Beinbrot, eftir tørvi  ACL, 8 vikur  Bróstskurðviðgjørdir sjúklingar, 3 til 5 ferðir yvir 3 mðr.  Barnakonur/kokupína, 1 ferð  Gynekologiskir sjúklingar 35 o Incontinens fyri landi og/ella skarni, 1 til 5 ferðir individuelt, hold 4 ferðir o Radikal prostataectomi, 1 til 3 ferðiro Sphincter rupturar, 1 til 5 ferðir Medisinskir sjúklingar fáa í høvuðsheitum bert endurvenjing, meðan teir eru innlagdir. Apopleksisjúklingar fasa 1og 2: Meting verður gjørd fyri hvønn einstakan apopleksisjúkling, fyri at finna fram til, hvønn tørv teir hava á endurvenjing. Eftirfylgjandi verður tilboð veitt. Aðrir medisinskir sjúklingar: Aðrir medisinskir sjúklingar fáa endurvenjing undir innlegging, um lækni metir teir hava tørv á tí. T.d. hjarta-, lungna-, krabbameins-, KOL-, palliativir-, trot-, nýra-, sukursjúkusjúklingar og aðrir neurologiskir- og geriatriskir sjúklingar (gomul við fleiri sjúkum) o.a. Ambulantir medisinskir sjúklingar: KOL, hold, 12 vikur (2 hold á 12 vikur, 2 ferðir um árið) Børn fáa endurvenjing undir innleggjan og nøkur fáa uppfylgjan ambulant. Lymfødemsjúklingar Lymfødemsjúklingar fáa endurvenjing á Landssjúkrahúsinum. Hetta er serkøn endurvenjing, sum bert fysioterapideildin á LS veitir. Sjúkrahúslæknar og kommunulæknar ávísa til lymfødemviðgerð. Endurvenjing verður veitt til primer lymfødem, sekunder lymfødem, lippødem, pleboødem, plebo/lymfødem, og eru nevndu diagnosur varandi sjúka. Hetta er endurvenjing, ið verður framd fyri at fyribyrgja, at sjúkan versnar. Talan er um kroniska, viðfødda sjúku og/ella fylgjur eftir skurðviðgerð, typiskt krabbamein. Flestu sjúklingar koma eina til tvær ferðir um árið. KOL sjúklingar Fleiri sjúklingar, ið hava tørv á endurvenjing fyri KOL sjúku, fáa ikki tilboð um endurvenjing, vegna vantandi starvsfólkatilfeingi.Eisini tí at fólk og kommunulæknar ikki vita um tilboðið. Bøtt kundi verið um hetta, við at starvsfólk á Landssjúkrahúsinum fóru út til kommunulæknarnar og kunnaðu um tilboðið um endurvenjing fyri KOL sjúkuna. Sjúklingar frá G3 G3 er medisinskt ambulatorium. Sum nú er, eru tað bert sjúklingar, ið hava krabbamein í bróstunum, ið fáa tilboð um endurvenjing. Teir verða ávístir av onkologum. Flestu sjúklingar, sum koma til ambulanta viðtalu og læknaviðgerð á G3, eiga at fáa tilboð um fysioterapi sum partur av at megna og at læra at liva við ávísari sjúku. Nýrasjúklingar t.d. fara skjótt, og neyðugt er at byrja við endurvenjing skjótast gjørligt, um hesir sjúklingar ikki skulu missa ov nógvar førleikar. Psykiatriskir sjúklingar: Psykiatriskir sjúklingar fáa endurvenjing undir innleggjan og ambulant. Endurvenjing innan ergoterapi Sjúklingabólkar, ið fáa tilboð um endurvenjing á Ergoterapideildini á Landssjúkrahúsinum eru: 36 Innlagdir sjúklingar: Apopleksi Hjá sjúklingi fær ein apopleksitilburður ofta avleiðingar fyri at útinna gerandis aktivitetir. Ergoterapeutur kortleggur evnini hjá sjúklinginum at útinna aktivitetir sum persónligt reinføri, at lata seg í, gera mat o.s.fr. Fyri at fáa betri førleikastøði viðvirkar ergoterapeuturin við at venja fysiskar og kognitivar førleikar. Apopleksisjúklingar (B7) fáa ávísing til ergoterapi. Starvsfólkaorka er bert til at veita einum parti av hesum bólki endurvenjing. Bíðitíðin hjá einstaka apopleksisjúklinginum kann vera fleiri vikur, og nógvir sjúklingar verða útskrivaðir áðrenn teir fáa tilboð um ergoterapi. Frá 1. januar 2016, er sum nakað nýtt, álagt terapeutunum at veita útskrivaðum apopleksisjúklingum ambulanta viðgerð. Ambulantir sjúklingar: Hondkirurgi Teir flestu sjúklingarnir, sum hava skatt hondina og eru skurðviðgjørdir fyri hetta, hava tørv á at koma í samband við ergoterapeut. Málið við viðgerðini, er at fáa best møguligan handførleika fyri at sjúklingurin kann virka nøktandi í gerandisdegnum. Sjálvt ein skaddur fingur, kann gera tað torført at gera vanligar aktivitetir sum matgerð, lata seg í og at brúka teldu. Ergoterapeutiska viðgerðin verður lagað til eftir tørvinum hjá sjúklinginum, og kann vera t.d. handvenjing, førleikavenjing og tillaga handskinnarar. í summum førum fær sjúklingurin vegleiðing í venjingum, sum hann skal gera heima. Aðrir sjúklingar hava brúk fyri intensivari venjing dagliga, í longri tíðarskeið, í samráð við serlækna. Aðrir sjúklingar: Einstakir sjúklingar frá øðrum sjúklingabólkum verða ávístir til ergoterapi. í nógvum førum eru hetta sjúklingar, sum hava fingið ergoterapi á sjúkrahúsi í Danmark, og tørvurin soleiðis er staðfestur. Hølisviðurskifti til endurvenjing á Landssjúkrahúsinum Somatiski parturin av fysioterapi heldur til á A1. á deildini eru:  Eitt bólkarúm, sum eisini er frálæruhøli  3 rúm til einstaklingaviðgerð/ 1 rúm kann læsast  1 rúm við rennibandi og LiteGait  1 fimleikahøli  Eitt størri viðgerðarrúm til apopleksiviðgerð  2 skrivstovur  1 rúm til leiðara og fundarvirksemi  Køkur, móttøka og fundarhøli eru í sama rúmi  Gongin verður nýtt til gonguvenjingar og plásskrevjandi testir  Einstøk venjingartól standa eisini á gongini  Umklæðing Umframt hetta, eru hølir til apopleksisjúklingar á deildini B7 á Landssjúkrahúsinum. Apopleksideildin hevur 10 seingjapláss, 2 akutt og 8 endurvenjingarspláss. 37 Psykiatriski parturin av fysioterapi heldur til í kjallaranum á D4. á deildini eru:  1 skrivstovuhøli  1 rúm til bólkavenjing/einstaklingaviðgerð  Kombinerað fundarhøli, køkur og einstaklingaviðgerð  2 rúm við venjingartólum (kann nýtast av starvsfólkum á LS millum 16.00 og 07.00)  1 rúm, kombinerað skiftingarrúm og einstaklingavenjing Ergoterapideildin er í sunnasta parti á A3: Brúk er 1 venjingarhøli1 venjingarkøkur nýttur til einavenjing (t.d. afasisjúklingar), fundarhøli, starvsfólkarúm 1 skrivstova til ergoterapeutar1 skrivstova til leiðaraGongd nýtt til bíðirúm og venjingar1 vesi til starvsfólk1 vesi til sjúklingar fyri betri hølisviðurskiftum til ergoterapi. Vantandi tilboð innan endurvenjing á Landssjúkrahúsinum Vantandi tilboð innan fysioterapi og ergoterapi Sjúklingar eiga at fáa tilboð um fysioterapi, tá ið ávísar sjúkur verða staðfestar, so beinanvegin kann farast í gongd við at fyribyrgja og bøta um tey árin sum koma av sjúkuni. Eisini skulu sjúklingarnir fáa vitan um sjúkuna og læra at megna gerandisdagin (læring og meistring). Fleiri sjúklingabólkar fáa ikki, ella í ov lítlan mun, fysioterapi á Landssjúkrahúsinum. T.d hjartasjúklingar, giktasjúklingar, krabbameinssjúklingar, sukursjúkusjúklingar, neurologisjúklingar, sum t.d. sclerosa, parkinson og vøddasjúkur, traumasjúklingar (erhvevet hjerneskade) o.o. Sjúklingagongdir eiga at gerast ella at endurskoðast, so tær verða tíðarhóskandi, evidensbaseraðar og røkka út um sjúkrahúsgátt. Vællýstar sjúklingagongdir staðfesta tey tilboð, sum skulu vera á sjúkrahúsi og tey tilboð, sum skulu vera í primer sektorinum. Um sjúkrahús liva upp til dygdina og tænastuna í sjúklingagongdunum, verður lættari at samstarva við primersektorin. Tá ið sjúklingagongdir eru gjørdar, eiga rammuordinatiónir at útloysa ein pakka, soleiðis at øll gongdin í viðgerðini verður lýst. Hetta eigur at vera galdandi bæði fyri innlagdar sjúklingar, og sjúklingar sum ganga í ambulatoriunum á sjúkrahúsunum. Tað, sum hetta eigur at útloysa, er, at sjúklingar verða screenaðir fyri tørv, venjingartørv, tyngd, vanda fyri falli, sár, tørv á hjálpitólum o.s.fr. Dygd hevur stóran týdning. Tað merkir, at tann tíð og tær ressursir, sum skulu brúkast fyri at koma á mál, skulu vera til staðar. Tvørfakligt samstarv, samanhangur, nýggj vitan, royndir og tal av sjúklingum er við til at hækka dygdina. Sama diagnosa skal hava sama tilboð. Vantandi tilboð innan ergoterapi Fleiri sjúklingabólkar eru, sum ikki fáa ergoterapi, vegna vantandi starvsfólkanormering. Tørvur er 38 fyri ergoterapi innan hesi øki: Neurologi Apopleksi Sklerosa ALS Parkinson Ortopedi Mjadnaalloplastikk Amputatiónir Ryggja-, aksla- og knætrupulleikar Medisin Gikta- og vøddasjúkur Krabbasjúkur Hjarta- og æðrasjúkur Andadráttssjúkur, t.d. KOL Pínuviðgerð Geriatri Palliatión Børn fødd við breki Ferðsluskaðar og aðrir skaðar Starvsfólkaorka til endurvenjing á Landssjúkrahúsinum eru tað fysioterapeutar og ergoterapeutar, ið burturav arbeiða við at veita endurvenjing á sjúkrahúsinum. Harumframt eru neuropsykologur, sjúkrarøktarfrøðingar, læknar og skrivarar knýttir at endurvenjingini. í tvørfakliga toyminum vanta audiologopedur og sosialráðgevi. Síðani 2006 hevur normurin fyri fysioterapeutar á sjúkrahúsinum verið 12,2. Vegna sparingar hevur bert verið settur 11,4 normur. Normurin fyri ergoterapeutar er 2,5 ergoterapeutstørv.(Frá 1. januar 2016 er normurin fyri ergoterapeutar 3,6). Vegna vantandi starvsfólkaorku, játtan og fysiskar karmar, fáa sjúklingar ikki ta endurvenjing, teimum tørvar. í aliti um Endurvenjing fyri fólk við førleikatarni, sum Almanna- og Heilsumálaráðið gjørdi í 2007, varð mælt til at broyta normin fyri ergoterapeutstørv til 812. Hetta er alneyðugt fyri at ergoterapeutiski parturin av endurvenjingini skal virka. Lýsing av endurvenjingini á Klaksvíkar sjúkrahúsi Tað er ein seingjadeild á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hetta er ein blanda akutt, medisinsk-og kirurgisk deild. Deildin er bygd upp um trý toymi. Akutt toymi við 5 seingjaplássum. Diagnostiskt toymi við 10 seingjaplássum, og Endurvenjingartoymi við 8 seingjaplássum og eini palliatións/isolatiónsstovu við einum seingjaplássi. út yvir hesi eru eitt pláss til akuttmóttøku, fýra pláss til dagskurð og trý pláss til viðrakning aftaná skurðviðgerð. Klaksvíkar sjúkrahús hevur sostatt 24 fastar sengur men 32 sengur íalt. Tá ið ein sjúklingur verður planlagt innlagdur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, metir sjúkrahúslækni um, hvørt sjúklinginum tørvar endurvenjing. Um mett verður, at sjúklingurin skal hava endurvenjing, 39 verður fundur fyriskipaður við sjúklingin og avvarðandi sjúkrarøktarfrøðing, fysioterapeut og/ella ergoterapeut. Sjúklingur og heilsustarvsfólk koma ásamt um ítøkiligu endurvenjingina. Eftirfylgjandi fer endurvenjingin í gongd, ímeðan sjúklingurin er innlagdur á sjúkrahúsinum. Tá ið sjúklingurin verður útskrivaður av sjúkrahúsinum, fær sjúklingurin við sær eina endurvenjingarætlan, ið greiðir frá, hvørja diagnosu sjúklingurin hevur, hvørja endurvenjing hann hevur fingið inni á sjúkrahúsinum, og meting um, hvat sjúklinginum tørvar av endurvenjing eftir útskrivan. Endurvenjingarætlan verður givin, um sjúklingurin ynskir tað. Nakrir sjúklingar ynskja tað ikki. Sjúklingar, ið ikki hava tilknýti til fysioterapeut dagliga, fáa eginendurvenjingarætlan eftir tørvi og um teir ynskja tað. Sjúklingar við tilknýti til privatstarvandi terapeut og sjúklingar við tilknýti til heimarøkt, verða spurdir, um teir ynskja eginendurvenjingarætlan, og fáa tílíka, um teir ynskja tað. Almannaverkið biður sjúkrahúsið um status eftir tørvi, tá ið biðið er um, at sjúklingurin fær víðari endurvenjing eftir útskrivan. Teir sjúklingabólkar, ið verða innlagdir til endurvenjing eru: ortopediskir sjúklingar, apoplexisjúklingar og sjúklingar við sclerosu og parkinson. Hesir eru allir partur av einum neurologiskum sjúklingabólki. Umframt hetta verða medisinskir sjúklingar innlagdir til endurvenjing. Hesir eru álvarsamir KOL sjúklingar og reumatologiskir sjúklingar. Teir sjúklingar, ið koma til ambulanta viðgerð á sjúkrahúsinum, eru mest sjúklingar í Norðoyggjum og parti av Eysturoynni, ið skulu hava ambulanta eftirviðgerð aftaná innleggjan á sjúkrahúsi. Eisini sjúklingar, ið fáa viðgerð í svimjihylinum, herundir kroniskir reumatologiskir sjúklingar koma til ambulanta viðgerð. Klaksvíkar sjúkrahús metir, at høvuðsparturin av endurvenjingini, ið fer fram á Klaksvíkar sjúkrahúsi kemur undir serkøna endurvenjing, tó er talan partvís um almenna endurvenjing og venjing við sjúklingum við kroniskum sjúkum. Tað eru bæði serlæknar á einum sjúkrahúsi, kommunulæknar og bráðfeingislæknavaktin, ið ávísa sjúklingum til endurvenjingar í Klaksvík. Umleið 550-600 sjúklingar fáa endurvenjing á Klaksvíkar sjúkrahúsi árliga. Undantikið hesum tali er høvuðsparturin av teimum sjúklingum, ið ganga til viðgerð í svimjihylinum og til paraffin- og sandviðgerð. Endurvenjing innan fysio- og ergoterapi á Klaksvíkar sjúkrahúsi Sjúklingabólkar, ið fáa endurvenjing á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru niðanfyristandandi: Ortopediskir sjúklingar Serlækni á Landssjúkrahúsinum ella Klaksvíkar sjúkrahúsi ávísir ortopediskum sjúklingum, ið eru innlagdir til planlagda skurðviðgerð, til endurvenjing. Endurvenjing verður veitt vegna mjadna- og knæalloplastik, tvs. tá ið sjúklingar hava skift mjødn og knæ, vegna ryggskurð, beinbrot, hond ella fót m.v. Sjúklingar verða innlagdir til endurvenjing, ið tekur umleið eina viku. Tað er tó ikki møguligt at siga presist, hvussu leingi ein sjúklingur er innlagdur til endurvenjing. Tað kemur ann uppá aldur, aðrar diagnosur o.a. Síðani verða sjúklingarnir útskrivaðir við eginendurvenjingarætlan. Summir sjúklingar hava tørv á at koma inn aftur til ambulanta venjing, hesir fáa tilboð. í ávísum førum koma sjúklingar innaftur eftir eina tíð til 1-2 vikurs forløb fyri at styrkja seg likamliga. Talan er um tíðaravmarkaða endurvenjing, har miðað verður ímóti, at sjúklingurin í so stóran mun sum gjørligt endurvinnur mistar førleikar. 40 Apoplexi sjúklingar Serlækni innan sjúkrahúsverki ávísir apoplexisjúklingum til endurvenjing. Avtala er gjørd ímillum Klaksvíkar sjúkrahús og Landssjúkrahúsið um, at apoplexisjúklingar í fasu 2 verða fluttir til Klaksvíkar sjúkrahús til víðari endurvenjing. í avtaluni stendur m.a. at: LS er megin viðgerðarstað fyri fasu-1 apoplexisjúklingar í Sjúkrahúsverkinum. KS er meginviðgerðarstað fyri fasu-2 apoplexisjúklingar, sum eru í skipanini hjá LS og KS. KS avsetir í miðal uml. 5 sengur til fasu-2 apoplexisjúklingar. Sjúklingar út yvir hetta verða innskrivaðir á LS, um KS ikki fær tikið ímóti teimum ella ikki hevur pláss. Klaksvíkar sjúkrahús hevur ikki møguleika fyri at hava 5 sengur í senn, men hevur møguleika fyri at hava 3 apoplexisjúklingar í fasu-2 í senn. Vanliga eru hesir sjúklingar innlagdir í upp til 3 mánaðar til endurvenjing. Eftir útskrivan er møguleiki fyri framhaldandi ambulantari endurvenjing í upp til 3 mánaðar. Møguleiki er fyri at leingja ambulantu endurvenjingina. Talan er um tíðaravmarkaða endurvenjing, har miðað verður ímóti, at sjúklingurin í størst møguligan mun skal endurvinna sínar mistu førleikar. Parkinson og sclerosu sjúklingar Serlækni á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi ella Suðuroyar sjúkrahúsi ávísir sjúklingum til endurvenjing innan parkinson ella sclerosu. Sjúklingarnir verða innlagdir til eitt tíðaravmarkað, intensivt forløb á umleið 2-3 vikur til endurvenjing. Klaksvíkar sjúkrahús hevur ikki nógvar av hesum sjúklingum, og hevur tí ikki fastar arbeiðsgongdir viðvíkjandi hesum sjúklingabólki. Parkinson og sclerosa eru kroniskar sjúkur, men bæði parkinson og sclerosu sjúklingar hava tíðarskeið, har teir eru væl fyri, og so onnur tíðarskeið, har sjúkan setir inn, og heilsustøðan versnar munandi. Tað er í hesum tíðarskeiði, har heilsustøðan versnar munandi, at sjúkrahúsið veitir tilboð um endurvenjing, soleiðis at sjúklingurin í størst møguligan mun kann endurvinna sínar mistu førleikar. Um endurvenjing verður sett inn, er størri møguleiki fyri, at sjúklingurin kemur fyri seg aftur. í døgum, har Klaksvíkar sjúkrahús ikki hevur planlagdar skurðviðgerðir, hevur sjúkrahúsið pláss fyri at taka hesar sjúklingar inn til endurvenjing. Diabetes sjúklingar Serlækni á sjúkrahúsi ávísir diabetes sjúklingum til endurvenjingar á sjúkrahúsinum. Klaksvíkar sjúkrahús sær sjáldan hesar sjúklingar. Um teir verða ávístir, hava teir eisini aðrar sjúkur, ikki bert diabetes. Tilboðið er ambulant og tað eru tí mest sjúklingar úr Norðoyggjum og Eysturoynni, ið verða ávístir til endurvenjing innan diabetes á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Talan er um holdvenjing, har holdini eru upprættað ad hoc eftir tørvi. Reumatologiskir sjúklingar Serlækni á sjúkrahúsi og kommunulækni ávísir giktasjúklingum (pínusjúklingum við liðagikt og slitgikt) til endurvenjingar í svimjihylinum á sjúkrahúsinum ella til ryggambulatorium. Sjúklingarnir verða býttir upp í hold, og eru vanliga 6 í senn í svimjihylinum. Talan er partvíst um fysioterapeutiska venjing og vegleiðing í eginvenjing. Síðani gera sjúklingarnir venjingarnar sjálvir í svimjihylinum. Serliga geva venjingarnar linna í pínuni og lættari rørslu, tá ið sjúkan er aktiv. Við reumatologiskum 41 sjúklingum er talan um lívlanga venjing, og tí er venjingin at meta sum viðlíkahaldsvenjing fyri at halda eitt aktivitetsniveau. Hjarta og lungnasjúklingar Serlæknar á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi ella Suðuroyar sjúkrahúsi ávísa hjarta- og lungnasjúklingum til endurvenjingar á sjúkrahúsinum. Hetta eru í flestu førum KOL sjúklingar. Fáir sjúklingar verða ávístir til hetta tilboð á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Sjúklingarnir fáa tilboð um ambulanta endurvenjing í upp til 3 mánaðir. Hetta er vanliga 2-3 ferðir um vikuna. Tilboðið byrjar við endurvenjing til ein KOL sjúkling, men um til ber, verður tilboðið um endurvenjing bjóðað holdum, 2-3 KOL sjúklingum í senn. Tað eru mest sjúklingar úr Norðoyggjum ella Eysturoynni, ið fáa tilboð um endurvenjing fyri KOL á Klaksvíkar sjúkrahúsi. ítøkiliga endurvenjingartilboðið Tá ið ein sjúklingur verður ávístur til endurvenjingar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, ger yvirlæknin eina tørvsmeting av, hvønn tørv einstaki sjúklingurin hevur á endurvenjing. Allir læknar í sjúkrahúsverkinum kunnu ávísa til ambulanta endurvenjing. Tá ið tørvsmeting er gjørd av einstaka sjúklinginum, fær sjúklingurin tilboð um endurvenjing. Innan fysioterapi kann sjúklingurin fáa tilboð um uppvenjing, so sum balansu-, styrki-, rørslu-, koordinatións- og førleikavenjing, roynd, tillagan og útflýggjan av hjálpartólum, heittvatnsvenjing, lungnaterapi, hita- og kuldaviðgerð. Hesar venjingar verða bjóðaðar til næstan allar sjúklingar, og verða givnar til bæði einstaklingar og bólkar. Harumframt verður, í sambandi við aðra viðgerð, veitt handaviðgerð, ergonomiskar venjingar og vegleiðingar. Umframt hetta, fáa sjúklingar, avvarðandi og aðrir fakbólkar vegleiðing frá fysioterapeutum og heimavitjanir í sambandi við hjálpartól og møguligar broytingar. Heimavitjanir verða tó ikki bjóðaðar í sambandi við planlagdar innleggingar til endurvenjing og planlagdar útskiftingar av knæ og mjødn. Innan ergoterapi kann sjúklingurin fáa tilboð um endurvenjing við førleikavenjingum: ADL venjingum (gerandis venjingar), sum kunnu vera persónligt reinføri, í og úrlating, eting og heimavenjingar annars. Harumframt verður givið tilboð um mentalar venjingar (eftir heilaskaða), sum kunnu verða venjingar í orientering, koncentratión, kropsuppfatan og rúmfatan. Umframt hetta fáa sjúklingar tilboð um venjingar annars: rørslur, styrki, sansastimbran, koordinatión, ødemviðgerð, balansa, grov- og fínmotorik; andlitsviðgerð, stimbran av vøddum, etingar- og svølgtrupulleikar. Eisini fáa sjúklingar tilboð um hita- og kuldaviðgerð, roynd, tillagan og útflýggja av hjálpartólum. Harumframt verður, í sambandi við aðra viðgerð, veitt ergonomisk venjing og vegleiðing. Ergoterapeutur vegleiðir sjúklingi, avvarðandi og øðrum fakbólkum. Umframt hetta, eru heimavitjanir í sambandi við hjálpartól og møguligar broytingar. Heimavitjanir verða tó ikki bjóðaðar í sambandi við planlagdar innleggingar til endurvenjing og planlagdar útskiftingar av knæ og mjødn. Starvsfólkaorka til endurvenjing á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru tað fysioterapeutar og ergoterapeutar, ið eru knýttir at endurvenjingarveitingini á sjúkrahúsinum. Harumframt er hjálparfólk, sjúkrarøktarfrøðingar og læknar, ið eru tilknýttir sambært planlegging osv. í miðal starvast 3,5 4 fysioterapeutar (ársverk), 12 ergoterapeutur, 12 hjálparfólk og 1-2 sjúkrarøktarfrøðingar, umframt nakað av læknahjálp við endurvenjingini. Settur verður ein nýggjur 42 leiðari 01.02.16, og aftaná 15.02.16 hevur Klaksvíkar sjúkrahús ein fulltíðarsettan ergoterapeut ístaðin fyri ein hálvtíðarsettan. Bandagist tænastan verður løgd undir fysioterapiina, tá ið nýggi leiðarin er byrjaður og fylgir eitt starvsfólk við. Saman við leiðaranum verður funnið fram til, hvønn brøk hetta starvsfólk fer at hava. Umleið 650-700 sjúklingar um árið fáa endurvenjing á sjúkrahúsinum, íroknað uml. 25 paraffin- og sandviðgerðir og bassin sjúklingar. Umleið 50 fólk í miðal brúka heita bassini um vikuna í umleið 32 vikur um árið, eftir kommunulæknaávísing. Hetta umfatar eisini giktasjúklingar. Tað eru fleiri sjúklingar, ið ikki fáa tilboð um endurvenjing, sum áttu at fingið tilboð. Hetta, av tí, at teir ikki verða ávístir til sjúkrahúsið. Sjúklingurin fær ikki vitan um tilboðið. Talan kann verða um fleiri ymiskar sjúklingabólkar. Kvalitativt er tænastan góð, men viðvíkjandi kvantiteti er ikki møguligt at økja um tænastuna við verandi manning, útgerð og kørmum. Vegna vantandi starvsfólkaorku, játtan og fysiskar karmar fáa innlagdir sjúklingar ikki ta endurvenjing, sum teimum tørvar. Hølisviðurskifti til endurvenjing Deildin fyri fysio- og ergoterapi liggur undir jørð og er frá fyrst í 60-unum. Her eru trý viðgerðarrúm og eitt venjingarrúm uppá 5x4 m2. Hartil verður gongin brúkt til venjingarhøli. Ergoterapeuturin hevur eitt rúm til egið brúk, sum er umleið 3x4 m2 til støddar. á røktarheiminum er ein fimleikasalur, sum verður brúktur til búfólkið og til bólkavenjingar annars. Viðvíkjandi útgerð er støðan rímilig. Nýggja umvælingin av sjúkrahúsinum hevur havt við sær betri umstøður til fysio- og ergoterapideildina, m.a. er nýtt venjingarhøli tikið í brúk. Harumframt er nýggj deild bygd til innleggjan til endurvenjing. á deildini eru 8 seingjarpláss. Heittvatnshylurin er bygdur í 1988. Vatnið í hylinum er um 34 gradir. Øll, ið hava ávísing frá einum hvørjum lækna, kunnu nýta hylin. Hylurin er í góðum standi og lýkur øll krøv. Vantandi tilboð innan endurvenjing á Klaksvíkar sjúkrahúsi Seinastu árini eru tilboðini broytt til endurvenjing til reumatologiskir sjúklingar, so sum fólk við liðagikt, slitgikt og Morbus Bechterew, soleiðis at talan nú mest er um pínuviðgerð á ryggambulatoriinum. Harumframt er tilboðið til hjarta- og lungnasjúklingar minkað. Tilboðið til lymfødemsjúklingar er burtur og onki tilboð er til krabbameinssjúklingar. Avtala er gjørd við Landssjúkrahúsið um apoplexisjúklingar, men kortini ávísir Landssjúkrahúsið fáar apopleksi sjúklingar til Klaksvíkar. 8 seingjarpláss eru í endurvenjingartoyminum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og verða hesi nýtt til skurðviðgjørdar sjúklingar, sum skulu endurvenjast, apoplexiir í fasu-2, og sjúklingar sum kommunulæknar ávísa til intensiva endurvenjing, t.d. gamlar apoplexiir, ryggjatrupulleikar, gikt, sclerosu o.a. Klaksvíkar sjúkrahús metir, at nú hølisumstøðurnar eru nógv batnaðar á sjúkrahúsinum við seinastu umvæling, kundu fleiri fingið tilboð um endurvenjing á Klaksvíkar sjúkrahúsi. T.d. er møguligt hjá sjúkrahúsinum at taka fleiri apoplexisjúklingar, sum ikki eru í akuttfasuni, til Klaksvíkar til framhaldandi endurvenjing. 43 Lýsing av endurvenjingini á Suðuroyar sjúkrahúsiInngangurLýsingin tekur støði í upplýsingum, sum Suðuroyar sjúkrahús sendi Heilsumálaráðnum um endurvenjing hin 6. mai 2015. Tann 10. desember 2015 vóru umboð fyri Heilsu- og innlendismálaráðið á fundi við stjóran á Suðuroyar sjúkrahúsi og leiðara og starvsfólk á Fysiurgisku deild og umrøddu tilfarið, ið varð sent ráðnum. Síðani er hendan lýsingin gjørd. á Suðuroyar sjúkrahúsi eru 26 seingjarpláss. á sjúkrahúsinum er ein medisinskur og ein kirurgiskur yvirlækni. Fysiurgiska deild veitir endurvenjing til innlagdar sjúklingar, ambulantar sjúklingar, sum verða ávístir frá kommunulækna og sjúklingar, við ávísing til ambulanta viðgerð frá sjúkrahúslækna. Øll endurvenjing er eftir læknafakligari meting. Tá ið ein sjúklingur verður innlagdur á Suðuroyar sjúkrahús, metir sjúkrahúslækni um, hvørt sjúklinginum tørvar endurvenjing. Verður mett, at sjúklingurin skal hava endurvenjing, verður fundur fyriskipaður við sjúklingin og sjúkrarøktarfrøðing, fysioterapeut og/ella ergoterapeut. Sjúklingur og heilsustarvsfólk koma ásamt um mál og mið fyri endurvenjingini. Tá ið sjúklingurin verður útskrivaður av sjúkrahúsinum, verður skipað fyri útskrivingarsamrøðu. Ambulanta virksemið við ávísing frá kommunulækna fevnir yvirskipað um hesar bólkar: ortopædkirurgi, geriatri, obstretrik (t.d. barnakonur), reumatologi, neurologi, her undir parkinson, sclerosa og apoplexia cerebri, medisinskir sjúklingar, eitt nú KOL, lívstílssjúkur so sum fiti, æðrakálking, dysfunktiónir, so sum niðursetta rørslu í ryggi, akslum v.m., bruni (tendinitis, bursitis v.m. og sansaintegratión til børn. Hetta kann m.a. verða til børn við atferðatrupulleikum ella motoriskum avbjóðingum. Ambulanta virksemið við ávísing frá sjúkrahúslækna fevnir í høvuðsheitum um ortopedkirurgi, t.d. mjadna- og knæalloplastik, spinalstenosur v.m. Hesi verða bæði ávíst áðrenn og eftir skurðviðgerð. Eisini fáa medisinskir sjúklingar og neurologiskir sjúklingar ambulanta endurvenjing við ávísing frá sjúkrahúslækna. Tænastan verður eisini veitt innlagdum sjúklingum innan ortopædkirurgi, medisin, neurologi og geriatri. Venjingar í svimjihyli eru ein integreraður partur av endurvenjingini á Suðuroyar sjúkrahúsi. Harumframt verður hylurin brúktur til ymiskar liðvenjingar fyri fólk í øllum aldri, eitt nú fyri barnakonur, fólk við kroniskum sjúkum - diabetes, gikt - og fibromyalgi. Um 50 sjúklingar brúka svimjihylin til venjingar um vikuna, og umleið 50 sjúklingar fáa venjing og viðgerð um dagin. Eisini bjóðar sjúkrahúsi viðlíkahaldsvenjingar til fólk við varandi sjúkum. Tað er ikki altíð at endurvenjingin verður liðug.Tá fer endurvenjingin til viðlíkahaldsvenjing. Tey kunnu tá fáa eitt tilboð um fysioterapi/ergoterapi tvær ferðir árliga upp til 12 vikur. Sambært yvirliti úr Talgildu heilsuskipanin vórðu tilsamans 1515 sjúklingar skrásettir at fáa viðgerðir í 2013. Talan er ikki um 1515 ymiskar sjúklingar, men um 1515 skrásettar viðgerðir, sum eru givnar. Til ber ikki at skilja millum innløgd og ambulant. á leið níggju av tíggju sjúklingum eru úr Suðuroy, men tænasta verður veitt sjúklingum úr øllum landinum eftir ávísing. 44 Eftirspurningurin eftir tænastum er stórur, og tí er ávís bíðitíð til endurvenjingina á Suðuroyar sjúkrahúsi. Fysiurgiska deild hevur upplýst, at 91 fólk stóðu á bíðilista til endurvenjing. Hetta svarar til eina bíðitíð á umleið hálvt ár. Leiðandi fysioterapeuturin ger vart við, at tørvur er á fleiri fysioterapeutum fyri at nøkta tørvin á tænastum. í verandi støðu eru tey noydd at raðfesta millum sjúklingarnar í samráð við lækna. Endurvenjing innan fysio- og ergoterapi á Suðuroyar sjúkrahúsi Ambulantar viðgerð Sum greitt frá omanfyri eru diagnosubólkarnir nógvir og ymiskir, og tískil eru venjingarnar eisini fleiri og ymiskar. Talan er um fleiri ymiskar aldursbólkar og ójavnt er, hvussu støðan og tørvurin er hjá ymsu bólkunum. Viðgerðirnar spenna víða, menvenjingar til fólk við seinfylgjum av apoplexia cerebri (heilabløðing) og øðrum neurologiskum sjúkum, sjúklingar við kroniskum sjúkum, umframt sansaintegratiónsvenjingar (SI-venjingar) til børn í øllum aldri. Ein partur av hesum er eisini at ráðgeva starvsfólkum á dagstovnum um venjingar. Somuleiðis verður veitt mackenzie viðgerð, styrkjandi venjingar til fólk við pínu í rørslulagnum, venjingar til giktasjúklingar og heilsufremjandi venjingar í samráð við kliniskan dietist, Greið mál verða sett saman við sjúklinginum og endurvenjingin skipað í mun til settu málini. Øll venjing er tíðaravmarkað og dagfesting verður ásett fyri, nær sjúklingurin skal vera liðugtviðgjørdur. Innan til dømis ortopedkirurgi fylgja ásettar restriktiónir við, sum verða fylgdar. Tá er ásett frammanundan, hvussu long viðgerðartíðin er, og nær sjúklingurin skal aftur til kontroll hjá lækna. Til kontroll, kann sjúkrahúslækni til dømis viðmæla, at viðkomandi fær uppfylgjandi venjingar á Fysiurgisku deild í ein til tveir mánaðir. Greiðar mannagondir fylgja tá við, so venjingin er greitt skipað. Viðgerð í sambandi við innleggjan Eisini eru fleiri ymiskir bólkar, sum fáa venjingar við innleggjan. Medisinskir sjúklingar við eitt nú KOL, fáa vegleiðing og frálæru í anatomi og fysiologi, fáa kontrakturprofylaktiska viðgerð, PEP viðgerð, sum er serliga ætlað lungasjúklingum og annars vanliga mobilisering. Præ- og postortopedkirurgiskir sjúklingar, her undir mjadna- og knæalloplastik, fáa venjingar tvær ferðir dagliga. Venjingin er superviserað. Vant verður eftir føstum hátti (regime) fyrstu fimm dagarnar og hereftir verður venjingin tillagað tørvinum hjá tí einstaka. Venjingin inniber m.a. styrki, koordinatións- og proproseptivavenjing, tilvitað venjing, frálæra í restriktiónum, frálæra í anatomi, fyribyrging og í fyribils hjálpartólum. Allir sjúklingar verða eftirmettir áðrenn og eftir venjingina. Neurologiskir sjúklingar, t.d. heilabløðing, fáa venjing eftir serligum konsepti. Hetta umfatar F.O.O.T. venjing, sum er munnstimulering, ADL venjingar, andlitsvenjingar og mimik-stimulering. Flytiteknikk og tað, ið á donskum rópast lejringsprincipper, Bobath venjingar. Talan er um fysioterapeutiska og ergoterapeutiskar venjingar. Arbeiðsuppgávurnar eru greitt deildar millum hesar fakbólkar. Eisini eru venjingar til geriatriskar sjúklingar, her ímillum virknisvenjingar, almenn mobilsering/ passiv mobilisering. mest vanligu venjingarnar fyri tey, ið verða innløgd til fysioterapi, eru 45 Suðuroyar sjúkrahús tekur eisini ímóti sjúklingum, sum eru ávístir frá kommunulæknum til innleggjan. Hetta eru serliga fólk við varandi sjúkum og/ella hava seinfylgir eftir sjúku. Endamálið við hesum venjingum er at geva sjúklingum eina intensiva viðgerð og venjing tvær ferðir dagliga í fýra vikur, frá bæði fysioterapeuti og ergoterapeuti. Málið við venjingunum er at fyribyrgja varandi virknismiss, betra um virknisstøðið og harvið betra um lívsgóðskuna, so sjúklingurin megnar betri egið lív, tá hann kemur heim aftur. Starvfólkaorka og hølisviðurskifti til endurvenjing á Suðuroyar sjúkrahúsi arbeiða fysioterapeutar, ergoterapeutur og heilsurøktari við endurvenjing. Sambært heimasíðuni www.ssh.fo starvast í løtuni tríggir fysioterapeutar, harav ein er leiðandi fysioterapeutur, ein ergoterapeutur og ein heilsurøktari á Fysiurgisku deild. Fysioterapideild hevur verið á Suðuroyar sjúkrahúsi síðani 1953, men bygningurin deildin húsast í er frá 1994. Deildin er nútímans, við øllum hentleikum, við ljósum rúmligum hølum, einari rúmligari fimleikahøll við hóskandi amboðum og einum heittvatnssvimjihyli, ið er 8,4m x 5,4m til støddar. Hitin í vatninum er umleið 34 stig. Vantandi tilboð innan endurvenjing á Suðuroyar sjúkrahúsi Sum nevnt omanfyri eru ikki umstøður at økja um tilboðið til endurvenjing við verandi starvsfólkatali. Fysioterapiin metir tó, at neyðugt er at ávísa sjúklingum við diabetes og hjartasjúklingum til endurvenjing og geva adiositast venjing til børn. Lýsing av teirri endurvenjing, ið fer fram uttanlands Yvirlæknar og yvirlæknavikarar í føroyska sjúkrahúsverkinum kunnu ávísa sjúklingum til viðgerðir uttanlands til viðgerðarstøð, sum sjúkrahúsverkið hevur avtalu við. Um ynski er at ávísa sjúkling til viðgerðar á viðgerðarstað, sum ikki hevur avtalu við sjúkrahúsverkið, ella til viðgerðarstað, sum ikki er fyrsta val viðgerðarstað, skal ávísingin fyrst leggjast fyri Visitasjónsnevndina til góðkenningar. Endurvenjing uttanlands er í flestu førum neuroendurvenjing, ið bert fer fram á 2-3 viðgerðarstøðum í Danmark. Talið er sera skiftandi. í miðal fer eitt fólk við førleikatarni til Danmarkar árliga. Fólk við førleikatarni fáa viðgerð uttanlands, um viðgerðartilboðið í Føroyum ikki vísir seg at vera nøktandi. Sjúkrahúsverkið kann ávísa 5 sjúklingum um árið á Sclerosusjúkrahúsini í Ry ella Haslev. 46 Fíggjarligar avleiðingar fyri sjúkrahúsverkið Heilsuverkið hevði í 2015 hesar útreiðslur til fysioterapi og ergoterapi: Lønarútreiðslur Sjúkrahúsini - Føroyskir ergo- og fysioterapeutar 2015 Landssjúkrahúsið 8.601.566 Klaksvíkar sjúkrahús 2.046.982 Suðuroyar sjúkrahús 1.585.752 Heilsutrygdarveitingar 12.234.300 Ergoterapi 498.755 Tilsamans 12.733.055 Saman við sjúkrahúsunum er meting gjørd um tørvin á meira starvsfólkaorku í sjúkrahúsverkinum, sambært tilmælinum um endurvenjingarætlan. Landssjúkrahúsið hevur í dag 13 ársverk innan fyrsioterapiina (undantikið psykiatriina). Landssjúkrahúsið metir, at tørvur verður á tilsamans 18 fysioterapeutum fyri at nøkta tørvin sambært tilmælinum í endurvenjingarætlanini. Hetta merkir, at tørvur er á 5 ársverkum afturat innan fysioterapiøkið. Sambært ergoterapiini, hevur altíð verið ov lítil normering innan ergoterapiøkið. í dag eru 3,6 ársverk. Sum meginreglu sigur man, at talið av ergoterapeutum skal vera 2/3 av fysioterapeutunum. Sambært hesum, so er tørvur á tilsamans 12 ergoterapeutum, tað vil siga 8,4 ársverkum afturat verandi ársverkum. Fyri at nøkta tørvin í dag við at hava 2/3 av ergoterapeutum í mun til fysioterapeutar, er tørvur á umleið 5 ársverkum afturat. á Klaksvíkar sjúkrahúsi verður tørvur á tveimum ársverkum afturat verandi. Tað vóru í 2015 5 ársverk av fysio- og ergoterapeutum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Suðuroyar sjúkrahús metir somuleiðis, at tørvur er á 2 ársverkum afturat fyri at nøkta tørvin sambært endurvenjingarætlanini. Sjúkrahúsini hava mett, at tørvur verður á tilsamans 17 ársverkum afturat, fyri at nøkta tørvin sambært endurvenjingarætlanini. Hetta svarar til eina meirútreiðslu á uml. 8.5 mió. kr. Hetta er metti bruttokostnaðurin fyri sjúkrahúsverkið, men samfelagsbúskaparliga er hetta ikki kostnaðurin. Góð endurvenjing hevur við sær nógvar fyrimunir, ikki minst fyri sjúklingin og lívsgóðskuna hjá sjúklinginum sjálvum, men eisini fyri samfelagið sum heild. Við góðari endurvenjing er prógvað, at tørvurin á endurinnleggingum av sjúklingum minkar munandi, innleggingarnar eru ofta styttri, tí sjúklingurin kemur skjótari fyri seg, umframt at fleiri sjúklingar kunnu fara heim og klára seg sjálvar í egnum heimi. Tørvur á fleiri ársverkum útreiðslur Landssjúkrahúsið 13 6.5 mió. kr. Klaksvíkar sjúkrahús 2 1.0 mió. kr. Suðuroyar sjúkrahús 2 1.0 mió. kr. Tilsamans 17 8.5 mió. kr. 47 Lýsing av verandi virksemi innan endurvenjing hjá Almannaverkinum Endurvenjingin í almannaverkinum varð sett á stovn á vári 2014. Endurvenjingin í almannaverkinum var upprunaliga eitt tilboð til borgarar í arbeiðsførum aldri, búsitandi í Suðurstreymi, Eysturoynni og Norðoyggjum. 1. september 2015 varð tilboðið víðkað til eitt lógarfest tilboð til allar borgarar í landinum. Endurvenjingin skal hjálpa borgarum út aftur á arbeiðsmarknaðin, og/ella at gerast meiri sjálvstøðug og virkin í heima- og frítíðarlívi. Endamálið er, at borgarin, við endurvenjingini, heilt ella partvíst endurvinnur sama førleika aftur, sum viðkomandi hevði, áðrenn hann misti førleikan. Endurvenjingin í almannaverkinum er lógarfest í § 29 í forsorgarlógini: Almannaverkið veitir endurvenjing til persónar í aldrinum 18-66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. í serligum førum kann endurvenjing veitast til persónar, sum eru 16- 17 ár.Endamálið er, at borgarar fáa neyðuga endurvenjing, . 1)  fyri at fáa ella fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella . 2)  fyri at klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá almannaverkinum. Borgarin skal vera í aldrinum 18-66 ár og hava verið úti fyri tilburði, sum hevur broytt førleikastøðið og lívsumstøðurnar munandi. Endurvenjingin er málrættað og verður einans játtað í eitt avmarkað og frammanundan avtalað tíðarskeið. Bygnaður Endurvenjingin verður veitt sum eitt tilboð við ergo- og/ella fysioterapi í eitt avmarkað tíðarskeið - upp til 6 mánaðir. Venjingin, sum er 1-4 ferðir um vikuna, kann fara fram í vælútgjørdu hølunum hjá Endurvenjingini í Tórshavn og Runavík, ella heima hjá borgarunum, um hetta verður mett sum besta loysnin. Fyri at geva borgarunum eitt tilboð í nærumhvørvinum, hevur Almannaverkið gjørt avtalu við aðrar myndugleikar og privatar veitarar, um hølir og/ella fakliga tænastu. Visitering Borgarar søkja beinleiðis Almannaverkið um endurvening. Tá Almannaverkið móttekur eina umsókn, verður málið kannað, fyri at finna útav, um nøktandi upplýsingar eru í málinum, ella um biðjast skal um fleiri upplýsingar, eitt nú læknaupplýsingar. Harumframt verður kannað, um aðrar fyriskipanir í almannaverkinum møguliga skulu setast í verk. Vísur kanningin av málinum greitt, at viðkomandi ikki lýkur treytirnar fyri at fáa eitt tilboð, verður umsóknin sýtt. Lýkur viðkomandi treytirnar, verður ein heimavitjan játtað. á heimavitjanini verður tosað við viðkomandi um, hvat viðkomandi vil og kann vinna við einum endurvenjingarskeiði. Mett verður um, hvønn málbólk viðkomandi hoyrir til, hvørji tilboð viðkomandi skal hava, og hvussu leingi eitt tilboð, í fyrstu syftu, skal játtast. Endurvenjingargongdin Tá ein borgari hevur fingið játtan, verða ergoterapeutiskar og fysioterapeutiskar kanningar gjørdar. Borgarin fær eina venjingarætlan. í venjingarætlanini stendur hvørjar venjingar viðkomandi fær, hvørji mál arbeitt verður við, og nær ein miðskeiðis endurskoðan av endurvenjingini verður gjørd. 48 áðrenn endurvenjingarskeiðið endar verður arbeitt við, hvat, ið hendir aftaná, at skeiðið er endað. Terapeuturin virkar í hesum sambandi sum ein sambindingarliður, soleiðis at skilja, at terapeuturin eitt nú hjálpir viðkomandi í spurninginum um hjálpartól, um viðkomandi skal hjálpast í gongd aftur á arbeiðsmarknaðin, og um viðkomandi skal hava tilknýti til økispsykiatriina o.a. Tað sum eyðkennur arbeiðsgongdina í mun til endurvenjing í Almannaverkinum, er tætta tvørfakliga samstarvið millum ergoterapeut og fysioterapeut og í arbeiðsbúgvingarmálum, umframt við avvarðandi sosialráðgeva. Sosialráðgevin vegleiðir eitt nú um, hvat slag av arbeiði er viðkomandi fyri borgaran at røkja, umframt onnur arbeiðsviðurskifti. Eisini er samstarv við avvarðandi, kommunulækna, serlækna o.a. Umsóknir og stavsfólkatilfeingi í 2014 móttók Almannaverkið 14 umsóknir um endurvenjing. Allar umsóknirnar vórðu játtaðar. í 2015 fingu 35 fólk játtað endurvenjing, og 9 fingu sýtan. 5 fólk tóku seg aftur áðrenn tilboðið varð sett í verk. Ein bíðilisti er við 17 umsóknum, harav 13 umsóknir eru frá 2015. í mars 2016 byrja 2 terapeutar afturat í Endurvenjingini. Sostatt eru tað nú 7 terapeutar, sum arbeiða við endurvenjing. 3 fysioterapeutar (2,7 ársverk) og 4 ergoterapeutar (3,2 ársverk). Málbólkar Gongdin er, at tað er fleiri menn enn kvinnur, sum søkja endurvenjing (í % av málum pr.ár): 70 60 50 40 30 20 10 0 kvinnur menn 2014 2015 49 Eisini síggja vit, at málbólkurin verður eldri (í % av málum pr. ár): 45 40 35 30 25 20 15 10 5 0 <30 30-39 40-49 50-59 60-66 2014 2015 Tó síggja vit, at yngsti bólkurin er vaksandi. Men tølini eru smá, so tey kunnu lætt broytast. Um hugt verður eftir teimum, sum hava verið í endurvenjing, so sæst, at tey flestu eru í einum endurvenjingarskeiði 3-6 mánaðir. Onkur einstøk fáa longt tíðarskeiðið eftir 6 mánaðum, men tað er bara í heilt serligum førum (í % av málum pr. ár): 80 70 60 50 40 30 20 10 0 < 3 mðr 3-6 mðr > 6 mðr 2014 2015 50 Tað sæst, at flestu hoyra til málbólkin, sum hevur fingið játtað endurvenjing fyri at fáa ella fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin (í % av málum pr. ár): 80 70 60 50 40 30 20 10 0 Arbeiðsmarknaðin Sjálvbjargni 2014 2015 Tað eru ikki sjálv sjúkuavgerðin, sum ger av, um endurvenjing í almannaverkinum verður veitt. Avbjóðingin at koma aftur á arbeiðsmarknaðin ella at gerast meira sjálvhjálpin, er ofta størri enn sjúkuavgerðin, sum viðkomandi er visiteraður inn við. Endurvenjingin verður tó løgd tilrættis eftir, hvat viðkomandi bagir. Venjingin tekur støði í, hvat endamálið er, og hvørji málini eru, sum borgarin setur sær saman við terapeutunum. Her sæst býtið av borgarum í endurvenjing í 2014 og 2015 - býtt í diagnosubólkar (í % av málum pr. ár): 60 50 40 30 20 10 0 Medicinsk Neurologisk Optopædisk Psykiatrisk 2014 2015 51 Avbjóðingar Avbjóðingar í mun til verandi virksemi, er at endurvenjing í almannaverkinum er eitt tilboð, ið stendur í vøkstri. Vøksturin fer við tíðini ikki at standa í mát við starvsfólkaorkuna. Tað er eisini ein avbjóðing, at summar venjingar krevja atgongd til venjingarhøli og at borgarin ofta ikki er førur at ferðast til verandi venjingarhøli. í slíkum førum skulu ressursir setast av til ferðing út til borgaran og til at veita venjing á staðnum. Lýsing av verandi virksemi innan endurvenjing hjá kommunala geiranum Við løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014, fingu kommunurnar ábyrgdina av virkseminum sambært lógini. Sambært § 10 í lógini veita kommunurnar heimabúgvandi fólkapensionistum tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at pensjónisturin kann búgva í egnum heimi sum longst. Tænasturnar kunnu fevna m.a. um ergoterapi, fysioterapi, endurvenjing, fyribirgjandi venjing, viðlíkahaldsvenjing v.m. Harumframt kunnu kommunurnar seta á stovn bústaðir til fólkapensjónistar eftir lógini, og kunnu bústaðir fevna um røktarheim, eldrasambýli, eldraíbúðir, umlættingarpláss og samdøgursendurvenjingarpláss. Sambært løgtingslóg nr. 20 frá 7. apríl 2014 um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., er álagt kommunum, undantikið Tórshavnar kommunu, at skipa seg í kommunal samstarvsøki, ið hava til endamáls at umsita heimatænastu, eldrarøkt v.m. í viðkomandi kommunum. Kommunurnar hava, samsvarandi hesum, skipað seg í 7 ymisk samstarvsøkir, umframt at Tórshavnar kommuna er at meta sum ein sjálvstøðug eind. Tey 8 økini innan eldratænastuna eru hesi: Tórshavn, Vágar, Veks, (Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommuna), Skálafjørður, Nánd (Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna), Norðoyggjar, Sandoy og Suðuroy. Samstarvsøkini hava sjálvstøðuga leiðslu, ið fevnir um eitt stýri, ið verður valt av einstøku luttakandi kommununi eftir einum lutfalli, ið er ásett í lógini. Til at hava dagliga ábyrgdina av virkseminum, setur stýrið ein leiðara fyri samstarvsøkið. Samstarvsøkini hava sjálvstøðuga fíggjarætlan. Tað er ymiskt, hvussu einstøku tænasturnar hava skipað sítt virksemi, hvørji tilboð verða veitt, og hvussu hesi tilboð eru skipað. Hetta kemst fyrst og fremst av, at kommunurnar yvirtóku økið, soleiðis sum tað var skipað áðrenn yvirtøkuna, har tilboðini frammanundan vóru ymisk. Strukturin var og er framvegis tengdur at ymsum viðurskiftum, so sum landafrøði, lokalum serloysnum, umframt, at tey lokaløkir, har smærri sjúkrahúsini liggja, hava ávísar fyrimunir, tá um endurvenjing ræður. Sambært teimum upplýsingum, ið eru fingnar til vega í sambandi við at arbeitt hevur verið við hesum tilmæli, nýtir kommunali geirin árliga tilsamans góðar 15 mió. kr. til tær venjingar, ið kommunurnar veita til fysio- og ergoterapi. Tilsamans eru umleið 30 ársverk til ergo- og fysioterapeutar í kommunala geiranum. Sum nevnt er ymiskt, hvussu útreiðslurnar eru gjørdar upp í ymsu økjunum og hvat útreiðslurnar fevna um, og tí ber ikki til at samanbera tølini beinleiðis. Tølini eru tí gjørd upp sum samlaðar 52 metingar fyri allan tann kommunala geiran.Tey fevna um ymsar útreiðslur so sum starvsfólk, hølisútreiðslur, útgerð og hjálpartól, flutningsútreiðslur. í uppgerðini av útreiðslum, hava kommunurnar ikki skilt ímillum, um talan er um endurvenjing, viðlíkahald, fyribyrging ella annað. 53 Fylgiskjal 2 Endurvenjing í Noreg og íslandi Stutt lýsing av, hvussu endurvenjingin er skipað í Noregi Arbeiðsbólkurin var í januar 2016 í Noregi og kunnaði seg um endurvenjingarøkið, soleiðis sum tað er skipað í Noregi. á ferðini fekk arbeiðsbólkurin innlit í bygnaðin, hvussu endurvenjing verður veitt, av hvørjum og nær. á ferðini vitjaði arbeiðsbólkurin m.a. sersjúkrahús, ið taka sær av serkønari endurvenjing og kommunal tilboð innan endurvenjing. Arbeiðsbólkurin fekk á ferðini holla vitan um,,hvussu endurvenjing er skipað í lógum og reglum, og hvussu endurvenjingin veruliga verður útint á bæði kommunalum og almennum stigi. í 2012 varð ein nýskipan framd, ið kallast Samhandlingssreformen. Nýskipanin varð framd við tí fyri eyga at loysa tríggjar ítøkiligar avbjóðingar innan endurvenjingarøkið. Fyrsta avbjóðingin var, at samskipanin av tænastum á økinum, ikki var nøktandi fyri borgaran. Onnur avbjóðingin var, at tænastan í ov lítlan mun snúði seg um avmarking og fyribyrging av sjúku. Triðja avbjóðingin var, at fólkafrøðiliga menningin og broytingar í sjúkumyndini, fóru at geva samfelagnum stórar fíggjarligar avbjóðingar. Nýskipanin merkti, at kommunurnar frá 1. januar 2012 fingu høvuðsábyrgdina av, at teirra borgarar hava atgongd til heilsutænastur, annaðhvørt tær verða veittar innan spesialisthelsetjenesten ella sum kommunalar heilsutænastur. Hugsanin var, at kommunurnar á henda hátt vórðu eggjaðar til at royna við fyribyrgjandi átøkum til tess at spara kostnaðin av innlegging á sjúkrahúsum. í sambandi við Samhandlingsreformen hækkaði tann fíggjarliga afturberingin millum land og kommunu. Við nýskipanini vórðu kommunur og sjúkrahús tvingaði at gera avtalur, ið innihalda minstakrøv viðvíkjandi endurvenjing. Haraftrat varð sett eitt ráð til at greiða ósemjur viðvíkjandi hesum avtalum. Hóast nýskipanin enn hevur ymisk lítir, er hon at meta sum eitt frambrot fyri endurvenjingartilgongdina hjá einstaka borgaranum. Yvirskipað verður endurvenjingin í Noregi skipað innan almenna og kommunala geiran. Meðan kommunali geirin tekur sær av vanligari umsorganartænastu, viðlíkahaldsvenjing og vanligari endurvenjing, verður serkøna endurvenjingin veitt av tí almenna innan tænastuna, ið kallast spesialisthelsetjenesten. Spesialisthelsetjenesten verður fyrisitin av fýra økiseindum, ið fevna um alt Noreg. Eindirnar eru HelseVest, Helse Sør-Øst, Helse Midt-Norge og Helse Nord. Hesar eindir, ið eru almennar, hava m.a. sum uppgávu at samskipa endurvenjingina millum land og kommunu. Hvør borgari fær í sambandi við sína sjúkuviðgerð eina ætlan, ið kallast individuel plan og ein samskipara. Hendan ætlanin lýsir, hvat ið skal gerast fyri tann einstaka, og hvat, ið krevst av samskipan. Borgarin fær høvi at gera sína ávirkan galdandi. Kommunan tekur avgerð um, ella í hvønn mun, borgarin hevur tørv á individuel plan og samskipara. ábyrgdin fyri hesum liggur eisini hjá kommununi, ið eisini tekur stig til at samskipa viðurskiftini við avvarðandi økiseind. Tann samskipandi leikluturin millum land og kommunu, verður raðfestur høgt í skipanini. Hetta er til tess, 54 at borgarin ikki skal verða málsviðgeri í egnum lívi, at kostnaðurin fyri sjúkutilgongdina verður hildin so lágur sum møguligt, og til tess at tilgongdin gerst so smidlig sum møguligt fyri borgaran. Rætturin til samskipara og individuel plan er lógarfestur. Mest týðandi lóggávan á økinum er lov om kommunale- og omsorgstjenester og specialisthelsetjenesteloven við tilhoyrandi kunngerðum. Hesar lógir skipa viðurskifti millum land og kommunu kring rættin til samskipara, individuel plan og hvussu samskipanin skal fara fram. Lógirnar skipa rættindi hjá borgarum og skyldir hjá avvarðandi myndugleikum. Lógirnar áseta ikki eitt minstamark fyri tænastuni, men tænastan, ið verður veitt borgaranum, er grundað á eitt læknaligt forsvarlighedskriterium. Serkøna endurvenjingin verður, eitt nú, veitt á Sunnaas Sykehus og Akershus Universitetshospital. Haraftrat verður serkøn endurvenjing, ið er vend móti arbeiðsmarknaðinum, veitt á sersjúkrahúsinum AiR gjøgnum NAV, ið er almennur stovnur, ið m.a. fyrisitur arbeiðsmarknaðarmál. Borgarin kann, sum meginregla frítt velja, hvar hann ynskir at viðgerðin skal fara fram og hevur møguleika at fáa endurgjald fyri ferðakostnaðin. Lógarásetingar um endurvenjingarætlanir og samskipan í Noregi eru ásetingar um endurvenjingarætlan og samskipan í lov om pasient- og brukerrettigheter (Lov nr. 1999-07-02-63) og í Forskrift om habilitering og rehabilitering individuel plan og koordination (For-2011-12-16-1256). Niðanfyri verður greitt nærri frá lógarásetingunum um endurvenjingarætlan ella individuell plan og samskipandi eindum ella koordinerende enheter. Individuell plan Individuel plan er heiti á endurvenjingarætlan innan endurvenjingarøkið í Noregi, ið ásetur fyri borgaran, hvør tørvurin á endurvenjing er, hvørjum málum miðað verður eftir at røkka, og hvat fyri ressursir eru neyðugar, til tess at røkka hesum. Rætturin til Individuel plan er heimilaður í lóg og tilhoyrandi kunngerð, og er galdandi bæði fyri almenna og kommunala geiran. Endamálið er, at ætlanin skal verða nýtt sum eitt amboð, ið skal vinna borgaranum, ið hevur tørv á drúgvum og samskipaðum tænastum, rætt til tær tænastur, ið eru neyðugar. Til tess, at borgarin fær eina tænastu, ið er grundað á eina felags fatan av júst hansara tørvi, er neyðugt at allir myndugleikar og tænastuveitarar, t.d. læknar, fysio- og ergoterapeutar, geva sítt íkast til at menna ætlanina. á henda hátt vísir ætlanin heilt greitt, hvør tørvurin er og hvør hevur ábyrgdina fyri at nøkta tørvin. Borgarin hevur rætt at luttaka í arbeiðnum at leggja ætlanina til rættis. Hendan luttøka verður viðmæld. Høvuðsábyrgdin fyri ætlanini liggur tó hjá teimum, ið veita borgaranum tænastuna. Hóast ætlanin skal verða ein djúptøkin meting av ítøkiliga tørvinum hjá viðkomandi borgara, er týdningarmikið at geva gætur, at ætlanin ikki skal fatast sum ein endalig góðkenning av rættinum til ávístu tænasturnar í ætlanini. Avvarðandi myndugleiki skal framvegis meta um ítøkiliga tørvin og vavi av tænastuni, men myndugleikin skal, í øllum førum, nýta ætlanina sum grundarlag undir málsviðgerðini. Sostatt gevur lógarbundni rætturin til eina individuella ætlan ikki eitt lógarbundi krav 55 um ávísa tænastu. Visitering fer framvegis fram eftir galdandi reglum og tænastan er framvegis játtanarbundin. Koordinerende enhet Bæði almenni og kommunali geirin hava eina lógarbundna skyldu at veita samskipan innanfyri endurvenjing. í stuttum kann sigast, at almenni geirin skal veita samskipan innan serøkið (spesialisthelsetjenesten) og kommunali geirin skal veita samskipan innan kommunala økið, ið er meira alment (kommunehelsetjenesten). Økisbundnar og yvirskipaðar samskipandi eindir eru í øllum fýra heilsuøkjunum í Noregi. Hesar hava yvirlit og samband við samskipandi eindirnar á sjúkrahúsunum og teimum kommunum, ið heilsuøkini varða av. Allar tær samskipandi eindirnar, hava sum felagsábyrgd, at gera eina individuel plan, og at seta og upplæra samskiparar. Samskiparar verða settir eftir tørvi, bæði innan sjúkrahúsverkið og hjá kommunum. ábyrgdin fevnir um allar sjúklingabólkar, ið hava tørv á longrivarandi og samansettum tilboði um endurvenjing. ítøkiliga hevur samskipandi eindin á sjúkrahúsunum yvirskipaðu ábyrgdina av individuel plan, meðan kommunurnar hava ábyrgd fyri at geva sjúkrahúsunum neyðugu tørvsmetingina til at gera individuel plan og setan av samskipara. Tvørfakligt samstarv er millum starvsbólkarnar, ið eru knýttir saman í hesari skipan. Samskipandi eindirnar stuðla undir hetta samstarvið. Týdningarmikið í hesum sambandi er, at borgarin fær møguleika at ávirka sína endurvenjingartilgongd, og at tilgongdin er so smidlig og samanhangandi sum møguligt. Stutt lýsing av, hvussu endurvenjingin er skipað í íslandi í íslendskari lóggávu og í praksis, verður endurvenjingin sæð sum ein partur av endurmenningini, sum fer fram í heilsuverkinum. Tilboðið um endurmenningartænastur í heilsuverkinum (rehabilitation) er nevnt í lógini um heilsutænastur, Health Service Act No. 40/2007. Article 1 sigur yvirskipað, at: All people of Iceland shall have access to the optimum health service which it is possible to provide at any time in order to safeguard mental, physical and social health. í Article 4 verður ein røð av heilsutænastum nevndar, her undir endurmenning: Health service: All forms of primary healthcare, medical care, nursing, general and specialised hospital service, transport of patients, medical-aids service, and service from health personnel within and outside healthcare facilities, provided in order to promote health, to prevent, diagnose or treat illness, and to rehabilitate patients (okkara markering). Heilsuverkið hevur tí, sambært lóg, skyldu at veita borgarunum endurmenning. Visiteringin til tænasturnar, sum landið letur stuðul til, fer fram eftir læknaávísing. Endurmenningin og harvið endurvenjingin í íslandi fer í høvuðsheitum fram á sjúkrahúsum og serligum endurmenningardeplum. Endurmenningardeplarnir eru skipaðir sum sjálvsognarstovnar, sum landið fíggjar. Ein minni partur fer fram hjá privatstarvandi fysioterapeutum og úti á røktarheimum kring landið. í íslandi hevur heilsumálaráðharrin ábyrgdina fyri at veita endurmenning. 56 Henda lýsing umrøður tey tilboð, sum eru á sjúkrahúsi og á endurmenningardeplunum. á flestu sjúkrahúsunum í íslandi eru endurmenningardeildir, men tað er ymiskt, hvussu endurmenningin er skipað, og á hvørjum fakligum torleikastigi endurmenningin er. Til dømis veita tey smærru sjúkrahúsini samdøgursrehabilitering til eldri borgarar. Hetta er tænasta sum í Føroyum verður ment úti á røktarheimunum. Tað er vert at geva gætur, at eldraøkið er landsuppgáva í íslandi, og fleiri av smærru sjúkrahúsunum kring landið, virka sum bæði sjúkrahús og røktarheim. Grensásdeild er hin størsta endurvenjingardeildin, sum - hóast ein integreraður partur av virkseminum á Landspitalinum er ein sjálvstøðug eind, sum liggur á einum heyggi nakað burturfrá meginbygninginum hjá Landspitalinum. á Grensas fer serkøn endurvenjing og endurmenning fram til allar íslendingar, sum hava stóran tørv á endurmenning innan fleiri øki. Tænasta verður veitt til fleiri sjúklingarbólkar, men serliga fyri fólk, sum hava verið fyri heilabløðing, heilaskaða, mønuskaða, sum hava ymsar varandi neurologiskar sjúkur, fólk, sum hava fingið viðgerð fyri krabbamein og fólk, sum hava ligið leingi á intensivari deild. á Grensas eru sengur til bæði innlagdar sjúklingar og til ambulantar sjúklingar og umleið 4000 sjúklingar fáa viðgerð árliga, harav 90 prosent fáa ambulanta viðgerð. Sjálvsognarstovnar sum landið fíggjar Harafturat eru fleiri sjálvsognarstovnar, sum veita endurmenning. íslendska Heilsutrygd ger, vegna landið, á hvørjum ári avtalur við ymsu stovnarnar um neyvt allýstar tænastur. Samstarv er ímillum deildina á Grensas og eitt nú endurvenjingardeplarnar Reykjalundir og í Hverðagerði, um hvør skal taka sær av ymsu sjúklingabólkunum og seinnu árini er virksemið vorið rættiliga væl samskipað. Tað merkir yvirskipað, at ymsu stovnarnir hava spesialiserað seg innan ymisk øki og supplera hvønn annan á øðrum økjum - eitt nú gikt, hjarta og innan ymsar lívstílssjúkur. Endurmenningardepilin Reykjalundir liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, skamt uttanfyri Reykjavík, og hevur søguliga sæð verið hin størsti og mest vitjaði endurmenningardepilin í íslandi. á Reykjalundum eru átta eindir, sum veita endurmenning innan t.d. hjarta, varandi pínu, psykiatri, gikt og neurologi. Langar bíðirøðir eru til at fáa venjingar og árliga fær depilin 50 prosent fleiri ávísingar enn tey megna at viðgera. Gott 4.000 sjúklingar vitja Reykjalundir um árið, harav eru knapt 34 ambulantar vitjanir. Harafturat er ein serligur endurvenjingardepil til børn í Reykjavík róptur Æfingastøðin. Virksemið á depilinum er somuleiðis fíggjað sambært avtalu við Heilsutrygd, men ein partur av fíggingini kemur eisini frá privatum felagsskapum og privatpersónum. Karmarnir hjá Æfingastøðini, vórðu til dømis fíggjaðir av ymskum stuðulsfelagsskapum, fyri børn við breki. At fáa privata fígging til tól og høli, er í heila tikið rættiliga vanligt í íslendska heilsuverkinum í øllum førum, í nógv størri mun, enn í Føroyum. 57 Fylgiskjal 3 26. juni 2016 Uppskottilkunngerð um endurvenjing innan sjúkrahúsverkið Við heimild í § 6a, stk. 4 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 22. mai 2015 verður ásett: § 1. Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing á sjúkrahúsi vegna skaða ella sjúku. Stk. 2. Endurvenjing verður veitt, tá ið sjúklingur er innlagdur, men kann eisini verða veitt, tá ið sjúklingi tørvar ambulanta endurvenjing. Stk. 3.. Sjúkrahúsverkið kann, fyri at røkja sína skyldu sambært stk. 1, gera avtalur, m.a. um keyp av tænastum, við aðrar myndugleikar, stovnar og privatar veitarar. § 2. Endurvenjingin fevnir um miðvísa, tíðaravmarkaða og fyriskipaða venjing, sum hevur til endamáls, at sjúklingurin í størst møguligan mun kann endurvinna sínar mistu førleikar, bæði likamliga og sálarliga. § 3. Endurvenjing verður veitt, tá ið lækni hevur staðfest ein tørv á endurvenjing, og byrjar, so skjótt sum tað er ráðiligt í mun til heilsustøðuna hjá sjúklinginum. Stk. 2. Endurvenjing varir í mesta lagi í 3 mánaðir. í serligum førum kann tíðarskeiðið leingjast, soleiðis at endurvenjingin varar longur enn 3 mánaðir. Stk. 3. Endurvenjingin endar, tá ið lækni hevur staðfest, at endurvenjing á sjúkrahúsi er liðug; tá ið tað er staðfest, at førleikin ikki kann endurvinnast, ella tá tíðin er lokin. § 4. Lækni tilnevnir eitt heilsustarvsfólk at hava ábyrgdina av at samskipa enduvenjingar- tilboðið til sjúklingin, tá ið endurvenjingar- tilgongdin byrjar á sjúkrahúsi.Stk. 2. Heilsustarvsfólkið skipar fyri inn- og útskrivingarsamrøðum v.m., har avvarðandi heilsustarvsfólk, sjúklingurin og hansara avvarðandi luttaka. Heilsustarvsfólkið er sambindingarlið millum myndugleika og borgara, og millum sjúkrahúsverk og aðrar geirar. Stk. 3. Um mett verður, at sjúklingur hevur tørv á endurvenjing frá Almannaverkinum og/ella kommunum eftir útskrivan, luttaka, umframt tey í stk. 2 nevndu, samskipari á Almanna- verkinum og/ella kommunu í samskipandi samrøðum. § 5. Tá ið sjúklingur hevur tørv á endurvenjing frá Almannaverkinum og/ella kommunum eftir útskrivan, skal sjúkrahúsverkið bjóða sjúkling- inum eina endurvenjingarætlan. Stk. 2. Endurvenjingarætlanin skal verða skrivlig og skal verða gjørd í samráð við sjúklingin.Stk. 3. Byrjað verður við at lýsa endurvenjingartilgongdina, ímeðan sjúklingur er innlagdur ella í undir ambulantari endurvenjing. § 6. í endurvenjingarætlanini skal í minsta lagi vera upplýst: a) Sjúkrasøgan hjá sjúklinginum,b) Frágreiðing um førleikar, herundir mistar førleikar hjá sjúklinginum, 58 c) Innihaldið í endurvenjingartilboðnum á sjúkrahúsinum, . d)  Hvat endurvenjingin eigur at miða ímóti í ítøkiliga førinum, . e)  Staðfesting frá lækna sambært § 3, stk. 3, . f)  Hvør samskipar arbeiðið við endurvenjingini, smb. § 4, g) Samtykki frá sjúklinginum til, at endurvenjingarætlanin kann latast øðrum viðkomandi myndugleikum. § 7. Sjúklingurin skal í seinasta lagi við útskrivan av sjúkrahúsi ella tá ið ambulanta sjúkrahúsendurvenjingin er liðug, fáa endurvenjingarætlanina. Stk. 2. Harumframt skal endurvenjingarætlanin, eftir avtalu við sjúklingin, latast avvarðandi kommunu, Almannaverkinum ella øðrum sjúkrahúsi, um endurvenjing skal halda áfram har. § 8. Um sjúklingur hevur rætt til endurvenjing eftir lokna viðgerð á sjúkrahúsinum, ella tá ið ambulant endurvenjing á sjúkrahúsinum er liðug, og tørvur er á framhaldandi samskipan, skal sjúkrahúsverkið samstarva við Almanna- verkið ella kommunurnar. § 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, xx. juni 2016 Sirið Stenberg landsstýriskvinna 59 /Turid Arge Fylgiskjal 4 Uppskottilkunngerð um endurvenjing innan almannaverkið Við heimild í § 29, stk. 3 í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 22. mai 2015 verður ásett: § 1. Almannaverkið veitir endurvenjing til borgarar í aldrinum 18-66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. Stk. 2. í serligum førum kann endurvenjing veitast til borgarar, sum eru 16-17 ár. Stk. 3. Endamálið við endurvenjing er, at borgarar fáa og fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella klára seg uttan ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Stk. 4. Fyri at røkja sína skyldu sbrt. stk. 1 kann Almannaverkið gera avtalur við aðrar myndugleikar, stovnar og privatar veitarar um keyp av tænastum. § 2. Endurvenjingin er miðvís, tíðaravmarkað og samskipað.Stk. 2. Endurvenjingin varir í mesta lagi í 6 mánaðir. í serligum førum kann tíðarskeiðið leingjast, soleiðis at endurvenjingin er longur enn 6 mánaðir. Stk. 3. Tá ið endurvenjingin verður longd sbrt. stk. 2, skal møgulig endurvenjingarætlan sbrt. § 3 endurskoðast.Stk. 4. Endurvenjingin endar, tá ið førleikin er endurvunnin, tá ið tað er staðfest, at førleikin ikki kann endurvinnast, ella tá tíðin er lokin. § 3. Almannaverkið bjóðar endurvenjingar- ætlan til borgarar, ið hava fingið játtað endurvenjing.Stk. 2. Endurvenjingarætlanin verður gjørd í samstarvi við borgaran. Stk. 3. í endurvenjingarætlanini skal í minsta lagi verða upplýst: a) Frágreiðing um førleikar, herundir mistar førleikar hjá borgaranum, b) hvar endurvenjingin skal fara fram, c) eitt høvuðsmál og eitt ella fleiri stutttíðarmál við endurvenjingini, . d)  hvør samskipar arbeiði við endur- venjingini sbrt. stk. 4, . e)  innihaldið í endurvenjingini, . f)  nær endurvenjingin skal byrja, . g)  nær endurvenjingin væntandi endar, . h)  Nær eftirmetingar skulu verða gjørdar, . i)  Samtykki frá sjúklinginum um, at endurvenjingarætlanin kann latast øðrum viðkomandi myndugleikum. § 4. Almannaverkið tilnevnir eitt starvsfólk at hava ábyrgdina av at samskipa endurvenjingartilboðið til borgaran. Starvsfólkið er sambindingarlið millum myndugleika og borgara, og millum Almannaverk og aðrar geirar. Stk. 2. Um mett verður, at sjúklingur hevur tørv á endurvenjing frá sjúkrahúsverkið og/ella kommunum eftir útskrivan, luttaka samskipari á sjúkrahúsverkið og/ella kommunu í samskipandi samrøðum. § 5. Endurvenjingin fer fram so nær bústaðnum hjá borgaranum sum møguligt.Stk. 2. Partar av endurvenjingini kunnu fara fram í heiminum, um umstøðurnar loyva hesum. § 6. Almannaverkið hevur skyldu til at samstarva við sjúkrahúsverkið, tá ið mett verður at sjúklingur hevur tørv á endurvenjing frá Almannaverkinum eftir at endurvenjing á sjúkrahúsi er liðug. § 7. Umsókn um endurvenjing skal sendast til Almannaverkið á serligum umsóknarblaði. 60 26. juni 2016 Stk. 2. Almannaverkið tekur avgerð um tilboð § 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, um endurvenjing tørvsmeting. grundað á eina fakliga at hon er kunngjørd. Almannamálaráðið, xxx juni 2016 Eyðgunn Samuelsen Landsstýriskvinna 61 /Eyðun Mohr Hansen Fylgiskjal 5 Listi yvir tilboð innan endurvenjing í sjúkrahúsverkinum Tilboð um endurvenjing á Landssjúkrahúsinum Sjúkrahúslækni umframt kommunulækni, kann vísa til endurvenjing á Ergo- og Fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum. Meðan sjúklingur er innlagdur, kann hann fáa endurvenjing, um lækni ordinerar/skipar fyri hesum. Endurvenjing kann vera til hesar sjúklingar:Fysioterapi:Mobilisering og lungnaterapi: aftaná skurðviðgerð, seingjalegu, sjúku t.d. apopleksi ,hjarta-, lungna-, krabbameins-, KOL-, palliativir-, trot-, nýra-, sukursjúkusjúklingar og aðrir neurologiskir- og geriatriskir sjúklingar (gomul við fleiri sjúkum) o.a. Ergoterapi:Innlagdir sjúklingar, sum hava apopleksi kunnu fáa ergoterapi. Mett verður um, um sjúklingur hevur tørv á hjálpartólum, og verður sjúklingurin stuðlaður í at søkja um tey. Ambulant endurvenjing frá fysioterapeuti, verður veitt hesum sjúklingum:  Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur og hevur fingið nýggja mjødn, hevur møguleika fyri at venja á einum liði í fýra vikur, tilsamans 8 ferðir  Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur og hevur fingið nýtt knæ, hevur møguleika fyri at venja á einum liði í fýra vikur, tilsamans 8 ferðir  Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur í rygginum, hevur møguleika fyri at fáa vegleiðing og venja tilsamans 6-8 ferðir  Sjúklingur, sum hevur verið á skurð ambulatoriið og fingið ávísing frá lækna, t.d aftaná beinbrot ella skurðviðgerð av økslini, kann fáa endurvenjing eftir tørvi  Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur og hevur fingið nýtt krossband, hevur møguleika fyri at venja í 8 vikur  Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur fyri bróstkrabba, hevur møguleika fyri vegleiðing og endurvenjing 3-5 ferðir í einum tíðarskeiði uppá 3 mánaðar  Barnakona, sum hevur pínu í kokuni (kokuloysn), hevur møguleika fyri at koma til eina meting og vegleiðing eina ferð. 62  Sjúklingur, sum er inkontinent/ur, hevur trupult við at halda uppá landi og/ ella skarni, hevur møguleika fyri at fáa endurvenjing í bólki ella sum einstaklingur: o Incontinens fyri landi og/ella skarni, 1 til 5 ferðir individuelt, og í bólki 4 ferðir o Radikal prostataectomi, 1 til 3 ferðiro Sphincter rupturar, 1 til 5 ferðir  Sjúklingur, sum hevur KOL, kann fáa endurvenjing á einum liði. Lið verða skipað tvær ferðir um árið. Liðið venur í 12 vikur tilsamans  Sjúklingur, sum hevur Lymfødem, (primer lymfødem, sekunder lymfødem, lippødem, pleboødem, plebo/lymfødem), hevur møguleika fyri at koma til endurvenjing/lymfødem viðgerð eina til tvær ferðir um árið.  Sjúklingar, sum eru knýttir at Psykiatriska deplinum, kunnu fáa endurvenjing eftir avtalu.  Børn, sum hava verið innløgd, kunnu fáa endurvenjing eftir avtalu  Sjúklingur, sum hevur fingið apopleksi, kann fáa endurvenjing Ambulant endurvenjing frá ergoterapeuti, verður veitt hesum sjúklingum:  Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur ella hevur fingið skaða í hondini, hevur møguleika fyri at fáa endurvenjing/vegleiðing frá ergoterapeuti  Sjúklingur, sum hevur fingið apopleksi, kann fáa endurvenjing  Sjúklingur sum hevur verið innlagdur á sjúkrahúsi, t.d í Danmark og fingið ergoterapi har, hevur møguleiki fyri at halda áfram við ergoterapi á Landssjúkrahúsinum Tilboð um endurvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sjúkrahúslækni kann vísa til endurvenjing á Ergo- og Fysioterapideildini á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Meðan sjúklingur er innlagdur, kann hann fáa endurvenjing, um lækni ordinerar/skipar fyri hesum. Mett verður, um sjúklingur hevur tørv á hjálpartólum, og verður sjúklingurin stuðlaður í at søkja um tey. Sjúklingar kunnu verða innlagdir til endurvenjing á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Teir sjúklingabólkar sum kunnu fáa hetta tilboð eru:  Sjúklingar, sum eru innlagdir til planlagda skurðviðgerð, t.d skift mjødn og knæ, vegna ryggskurð, beinbrot, hond ella fót m.v.  Apopleksisjúklingar, sum hava verið innlagdir á Landssjúkrahúsinum og sum hava vant fyrstu tíðina á Landssjúkrahúsinum (Fasa 1 og 2), kunnu fáa framhaldandi endurvenjing. Møguleiki 63 er fyri at tríggir sjúklingar eru til endurvenjing í senn. Vanliga kann endurvenjingin vera í upp til 3 mánaðar. Parkinson og sclerosu sjúklingar, kunnu verða innlagdir til endurvenjing í eitt intensivt tíðarskeið, á umleið 2-3 vikur. Ambulant endurvenjing verður veitt hesum sjúklingum:  Sjúklingar, sum hava verið undir skurð, og sum hava fingið eginendurvenjingarætlan, og sum tó hava tørv á endurvenjing, kunnu fáa endurvenjing í eitt avmarkað tíðarskeið  Apopleksisjúklingar hava møguleika fyri framhaldandi ambulantari endurvenjing í upp til 3 mánaðar. Møguleiki er fyri at leingja ambulantu endurvenjingina.  Diabetes sjúklingar kunnu venja á einum liði. Liðini verða skipað, tá tørvur er á tí.  Giktasjúklingar kunnu fáa endurvenjing í heittvatnshyli. Sjúklingar venja í bólki, umleið 6 fólk í senn. Serlækni og kommunulækni kunnu vísa til heittvatnshyl  KOL venjing á liði í 12 vikur, venjingin er 2-3 ferðir um vikuna  Hjartasjúklingar, venjing á liði í 12 vikur, venjingin er 2-3 ferðir um vikuna Tilboð um endurvenjing á Suðuroyar sjúkrahúsi Sjúkrahúslækni kann vísa til endurvenjing á Ergo- og Fysioterapideildini á Suðuroyar sjúkrahúsi. Meðan sjúklingar eru innlagdir, kunnu teir fáa endurvenjing, um lækni ordinerar/skipar fyri hesum. Mett verður um, um sjúklingur hevur tørv á hjálpartólum, og verður sjúklingurin stuðlaður í at søkja um tað. Sjúklingar, sum fáa endurvenjing meðan teir eru innlagdir, eru t.d mobilisering og lungaterapi aftaná skurðviðgerð, og aftaná sjúku:  Sjúklingar, her undir mjadna- og knæalloplastik, fáa venjingar tvær ferðir dagliga  Neurologiskir sjúklingar, t.d. apopleksisjúklingar, fáa endurvenjing av ergo- og fysioterapeuti  Geriatriskar sjúklingar fáa endurvenjing og almenn mobilsering/passiv mobilisering. Sjúklingar kunnu verða innlagdir til endurvenjing á Suðuroyar sjúkrahúsi. Teir sjúklingabólkar sum kunnu fáa hetta tilboð eru: Sjúklingar við varðandi sjúku og/ella sum hava seinfylgir eftir sjúku. Endamálið við hesum venjingum er at geva sjúklingum eina intensiva viðgerð og venjing tvær ferðir dagliga í tilsamans fýra vikur frá bæði fysioterapeuti og ergoterapeuti. Kommunulækni kann vísa til hetta 64 Ambulant endurvenjing verður veitt hesum sjúklingum: Kommunulækni kann vísa til ambulanta endurvenjing, sum er í eitt avmarkað tíðarskeið. Virksemið fevnir yvirskipað um hesar bólkar:  Skurðsjúklingar  Eldri fólk  Barnakonur  Giktasjúklingar  Neurologiskir sjúklingar: Parkinson , sclerosa og apoplexia.  KOL  Medisinskir sjúklingar við lívstílssjúkum so sum fiti, æðrakálking,  Sjúklingar við niðursetta rørslu í ryggi, akslum, ella við bruna (tendinitis, bursitis v.m.)  Børn við atferðatrupulleikum ella motoriskum avbjóðingum. Sjúkrahúslækni kann vísa til ambulanta endurvenjing, sum er eitt avmarkað tíðarskeið. Virksemið fevnir yvirskipað um:  Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur fyri mjadna- og knæalloplastik, fær vegleiðing/ venjing áðrenn og eftir skurðviðgerð  Sjúklingur, sum er skurðviðgjørdur fyri spinalstenosu v.m., fær vegleiðing/ venjing áðrenn og eftir skurðviðgerð  Sjúklingar við medisinskari sjúku og neurologiskir sjúklingar fáa endurvenjing  Endurvenjing í heittvatnshyli verður veitt bólkum við: barnakonum og fólk við kroniskum sjúkum - diabetes, gikt og fibromyalgi.  Sjúklingar við varandi sjúkum, kunnu tá fáa tilboð um fysioterapi/ergoterapi tvær ferðir um árið í upp til 12 vikur. Tilboð um endurvenjing innan almannaverkið Endurvenjingin í almannaverkinum er lógarfest í § 29 í forsorgarlógini: Almannaverkið veitir endurvenjing til persónar í aldrinum 18-66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. í serligum førum kann endurvenjing veitast til persónar, sum eru 16- 17 ár. Endamálið er, at borgarar fáa neyðuga endurvenjing, . 1)  fyri at fáa ella fasthalda tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella . 2)  fyri at klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá almannaverkinum. Borgarin skal vera í aldrinum 18-66 ár og hava verið úti fyri tilburði, sum hevur broytt førleikastøðið og lívsumstøðurnar munandi. Endurvenjingin er málrættað og verður einans játtað í eitt avmarkað og frammanundan avtalað tíðarskeið. Endurvenjingin skal hjálpa borgarum út aftur á arbeiðsmarknaðin og/ella at gerast meiri sjálvstøðug og virkin í heima- og frítíðarlívi. Endamálið er, at borgarin, við endurvenjingini, heilt ella partvíst endurvinnur sama førleika aftur, sum viðkomandi hevði, áðrenn hann misti førleikan. Endurvenjingardeplar eru í Tórshavn og í Runavík. 65 Um borgari ynskir endurvenjing, verður søkt um tað hjá Almannaverkinum. Umsóknarblaðið um endurvenjing er at finna undir oyðubløð á heimasíðuni hjá Almannaverkinum www.av.fo Tilboð um endurvenjing hjá kommununum Endurvenjing hjá kommununum er lógarfest í lógina um heimatænastu § 10. Kommunurnar veita heimabúgvandi fólkapensjónistum, t.v.s. borgarum eldri enn 67 ár tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at pensjónisturin kann búgva í egnum heimi sum longst. Tænasturnar kunnu fevna um: Dagtilhald, ergoterapi, fysioterapi, endurvenjing, fyribyrgjandi venjing, viðlíkahaldsvenjing, dagtilboð, mattænastu, umlætting, koyritænastu, vegleiðing o.s.fr. Endurvenjing er eitt miðvíst og tíðaravmarkað samstarv millum eldri borgarar, avvarðandi og heilsustarvsfólkini. Málið við at endurvenja eldri borgarar er, at borgarin í so stóran mun sum gjørligt, verður førur fyri at gera tað, ið hann var førur fyri, áðrenn hann misti førleikan. Førleikin at røra seg, at vera virkin, at fata, at kenna og at virka saman við øðrum verður mentur. Málini og innihaldið í venjingini verða ásett fyri hvønn einstakan í samstarvi millum partarnar. Tænasturnar eru skipaðar ymiskt í kommununum, og kunnu borgarar fáa meira at vita um tænasturnar, við at seta seg í samband við avvarðandi kommunu, og ella við at leita á heimasíðuni hjá kommununi. Borgari, kommunulækni, avvarðandi, visitator og heilsustarvsfólk, kunnu venda sær til heimarøktina í kommununi, við ynski um endurvenjing. Mannagongdin fyri at fáa endurvenjing eru skipað ymiskt frá kommunu til kommunu. 66