Hví hata miðlarnir Don’t look up? Einki er sum satira. Hon er krúnan á verkið. Eins og satira mangan er góð, ja kanska best og ovast á bunkanum, tá vit við ársenda taka saman um miðlaútbóðið í einum framkomnum fólkaræði við skipaðum skattafíggjaðum miðlum, eins himmalrópandi ring er miðlastøðan, tá vit onga satiru hava. Nada.  Men hov, á jólum, nett tá gamla jóla- og skemtihaldið Saturnalia endaði, kundi Netflix vísa heiminum eina stjørnusatiru, Don’t look up, sum beinanvegin festi í og skapti kjak í øllum heiminum.  Í dag er hann næstmest sæddi filmur á Netflix. Bara Netflixfilmurin Red Notice (2021) hevur hægri hyggjaratøl, hóast hann fekk botnummæli í The Guardian, sum gav honum hesu sláturorð. Hóast eg hyggi at nógvum filmum, seti eg meg aldri til rættis uttan at lesa ummæli fyrst. Fleiri.  Leiðarstjørnan í so máta er bretski Peter Bradshaw á somu avís, The Guardian.  Fyrr var tað Bo Green Jensen á Weekendavísini, men filmsummæli eru í dag vorðin ein so villingarsom søluvøra á netinum, at hóast tú teknar hald, so er tað trupult at finna fram til eitt ávíst ummæli ein givnan dag, hevur tú ikki fysisku prentútgávuna í hondini. Og tað ber ikki til, her eg livi. Men eg síggi nú til mína gleði, at Gamli Bókhandil á Vaglinum selur fysisku Weekendavísina fyri sama prís, sum í Danmark. Tað verður mítt lyfti í nýggja árinum. At strika nethaldið og í staðin keypa prentaðu Weekendavísina, hina grafiskt vakrastu í øllum heiminum, mitt á Vaglinum. Hetta við at ummæla stórar og kendar filmar, fall mær fyri bróstið, tá eg í vikuna sá, at ein sjónvarpsrás á okkara leiðum vísti Tom Cruise filmin Cocktail frá 1988. Aldri áður havi eg sæð pressuna døma ein film so langt úti, sum henda. Og lat meg siga beinanvegin, at eg eri ikki ósamdur við dømingini hjá amerikansku Wall Street Journal. Men samstundis fái eg vakt ein gamlan varhuga, sum altíð hevur ligið í dvala, at filmsummælarar í bretskt skrivandi heiminum eru framúr at slakta og hálova. Teirra stílistisku stíggjar eru spennandi. Hvønn dag. Um jóltíðir ætlaði eg ikki at hyggja eftir Netflixfilminum Don’t Look Up, og gjørdi vart við tað á heimliga kjakpallinum á Facebook um Netflixfilmar, sum eru verdir at síggja og hví. Mín grundgeving var, at ummælaraleiðarastjørnan, Peter Bradshaw á The Guardian, mælti frá í einum lakoniskum ummæli, Variety ikki minni: Men sum dagarnir gingu og fleiri og fleiri høvdu avgjørdar meiningar um filmin, mátti eg venda við og velja at síggja frávalda filmin, tí hann skapti so nógv kjak. Og jú, hann var framúr sum saknað satira í stovuni, serliga tann leikluturin, sum sjálvfeitir amerikanskir sjónvarpsvertir gleðiliga traðka í.  Framúr danska sendingin Deadline viðgjørdi í kvøld, hví akkurát hesin Netflixfilmur fær so nógva umrøðu. Søren Bjørn Hansen, áhugaverdur vísundajournalistur, og Troels Heger, sjálvfeitur journalistur á Berlingske, vóru bodnir í sendistovuna hjá vertinum Niels Krause-Kjær, ið eisini hevur gjørt vart við seg sum rithøvundur í lyklasøguni Kongekabale, sum bleiv til film í 2004. Eftir lívgandi kjakið, har eg avgjørt helt við hinum fyrra, og sá samlaða amerikanska journaliststabin í tí seinna, mátti eg sanna, at tað er gott, at vit hava útlandið at víðka okkum fatanarevnini við og at lúka okkara grundkrav um satiru. Satiru fremst av øllum. Eg skal ikki forkleina Amatøroyar, sum enn hoyrast av og á og gera eitt gott arbeiði á teirra egna Soundcloud, men nær kemur reglulig føroysk satira á breddan í Kringvarpinum?  Satira er ein spegil vit skulu halda fram fyri okkum. Skipað, við jøvnum millumbili og eini fungerandi redaktión. Tað er fremsta uppgávan í einum framkomnum miðlalandslagi. Satira. Njósnararæðsla í Føroyum Nógv er broytt, síðan føroyskir ferðavinnuaktørar tosaðu um krabbagoggur og spakuliga byrjaðu at leggja strategi fyri, hvussu pengar kundu fáast frá hesum fólkum, sum soleiðis komu inn á okkum, súkklaðu á gøtunum, ella gingu í fjøllunum við appilsinlittum ryggsekki og sóu út sum krabbagoggur, tí eyknevnið.  Nú fremsta ferðavinnuattraktiónin, KOKS, fer úr Føroyum, kann lættliga hugsast, at vit við einum nýkomnum marknaðarføringshefti, Vurdering af spionagestruslen mod Danmark, fáa eina væl kjølfesta njósnaraferðavinnu, spiónturismu, í staðin.  Tey leggja helst nógvan pening eftir seg, sum eru í teirri vinnuni, sum er so under cover, at eingin varnast hana. Hon flýgur so at siga undir radaranum. Og helst verða skeið í paranoia fult teknaði á hvørjum ári. Danski Anders Henriksen, sum er deildarstjóri í mótnjósningartænastuni, kontraspionasjuni, hjá danska PET, gevur heftið út, sum á donskum og enskum ger vart við spiónvirksemi í Føroyum og aðrastaðni í Ríkinum.  Ein føroysk mynd er á síðu 18 í heftinum. Men hon verður brúkt sum baksýni fyri eini grønlendskari søgu um eitt falskt bræv, sum lukkutíð bleiv adúkað úr Danmark innan tey involveraðu komu til skaðis, einsamøll í arktiska partinum av Norðuratlantshavi. Krúnan hjá hennara hátigni er sett inn í niðara høgra horn: Á síðu 13 er eitt yvirlit við staðfestum njósnarasøgum í Evropa. Enn er eingin funnin í Føroyum: Samanumtikið kann sigast, at hol eru í donsku verjuni, sum kundi verið intakt, danska verjan í Norðuratlantshavi, eitt nú niðan á Sornfelli á Streymonni í Føroyum. Men júst tann staður, fer helst at verða nýggja ferðamálið, giti eg rætt. Allar ársins tíðir. Um at eldast væl Í morgun var nógvur larmur í barnaútvarpinum, tá Føroyingasøga skuldi forteljast, og børnini, sum eftir søguni vóru til avlops, skuldu drepast. Soleiðis er larmandi søgan um larmandi menn, borin uppi av machomonnum í buldrandi morgunútvarpi - fyri børn. Ætt eftir ætt. Tá er hon annarleiðis stilltigandi, og ikki sørt borin á einglaveingjum, so poetiskt er hon, søgan um Gimma, sum Finnur Koba og Jónfinn Stenberg skapa og fylgja í reyða býarbussinum av Signabø til Havnar. Sagt verður soleiðis um poetiska portrettfilmin:  Fyri 6 árum síðani brunnu húsini hjá Gimma Hansen í Rituvík niður í grund. Við eitt fór lívsverkið, hann sjálvur hevði smíðað sær, upp í royk. Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. 93 ára gamli maðurin av Slættanesi er nú fluttur inn í kjallaran hjá soninum í Signabø, har hann tekur bussin hvønn fyrrapart til Havnar. Í býarlívinum hevur Gimmi Hansen fingið nýtt lív og nýggjar vinir. Vit fylgdu honum ein summardag í juni í fjør. Finnur Koba hevur klipt og lagt til rættis. Jónfinn Stenberg hevur filmað og klipt. Byrjanin er religiøst forankrað og Skriftin er fyrsta tilvísing hjá Gimma.  - Tú koyrir bara, eg havi skrivað nakrar spurningar niður. Men skal eg siga tú ella tygum? spyr Finnur. Semja er um at siga tú. Ljósið í kamarinum er brilljant og fotograferingin hárfin og oftast við stórari dýpd, so tað er eitt njótilsi at síggja. Pliktskyldugur skal Gimmi fortelja um ár, ætt og uppruna. Slættanes og Rituvík. Hann er skilliga vandur við Útvarpið, sum er so altmodisch í øllum frásagnum, nú ein útvarpsmaðurin er komin inn á gólvið, at tað ávirkar narrativið hjá hesum manni. Og øllum øðrum monnum. Men so brýtur Finnur av og spyr, hvar hann býr nú? - Á Signabø er kontanta svarið hjá fryntliga manninum við teirri góðu uppsiktini. Hann er ein kamera darling og tað merkist á bæði Finni, sum setur spurningarnar, og Jónfinni, sum fangar Gimma í linsuni. - Eg búgvi hjá soninum, og nú eru øll til arbeiðis, sigur hann, púra tryggur við myndatólið og støðuna. - Tá eg eri í Havn, so eri eg ikki her. Eitt imponerandi skilvísi og ein imponerandi fatan av sær sjálvum mitt í alheiminum. Eftir søguna um smeltgrýtuna fyri fimm árum síðan, fara teir til Havnar við bussinum, sum kommunan er so vísuliga innrættað, at hon betalir, kommunan. At síggja menniskju eru ørindini hjá Gimma. Børnini koma upp í bussin. Tey kenna Gimma og vita, hvussu gamal hann er. Einaferð skuldu tey skifta um. Hann var níggju og tey hálvfems. Ein perla á føroyskum filmi. Og so kemur sangurin afturvið. Where everyone knows your name. Á markinum til kitsj, og tó riggar tað, tí støðan er ektað og ikki tilgjørd. - Nú hava vit koyrt bil í nógv ár, sigur hann væl foreintur, og fer at tosa um gamlar dagar. Tá hann var leysur drongur í Rituvík í einum Singer bili og møtti konuni. Ímeðan er eitt lív livað. Hesin filmur er nýbrot í gamlamannaútvarpinum, hugsi eg, og verið avbrotin, tá Gimme sigur fyndigar one liners ein fyri og annan eftir: ”Hettar er tað”. ”Vit eru her” Filmurin skúmar fram á skíggjanum við froyandi formati um stevnið. Hetta er altjóða format. Vit eru í Tórshøll og so í Glitnir. Og ein hondbajari í Kaffihúsinum. Men Skriftin fylgir við, meðan fylt verður í gløsini.  - Tað góða lívið, tað er at koma saman, har sum fólkið er, sigur Gimmi.  Hann knýtir ættarliðini saman og gevur okkum eina áminning um at liva lívið.  Hann siterar Paulus í seinna Korint, kapitil fimm, og tað er ikki avsálað innihaldsleys repititión av handahógvi, nei, hann meinar tað, og so spyr útvarpsmaðurin, hvar vesið er, og Gimmi reisir seg, so stólurin stendur tómur. - Hví skulu vit steina onnur, spyr ein róliga funderandi maður, sum er farin um tey níti, og ikki er merktur av elli. So slettis ikki. So sær hann eina gentu í Steinatúni og spyr hana, hvønn buss hon bíðar eftir. - Eg bíði eftir sjey og tú eftir tvey.  Mitt í Havn fer hann aftur í bussin. Eina løtu er tað sum at hoyra Woody Guthrie syngja um tey, sum í Los Gatos fóru upp í stóra fuglin úr jarni og aldri spurdust aftur. Deportees, vóru tey.  Og í Havn tosa tey um bussarnar, og um teir skulu vera diesel- ella battarídrivnir. Gimmi hevur hægri visiónir enn tað. Takk fyri tað. Ein framúr filmur, har tað einfalda sleppur at tala. Og einki annað fjas.  Um at eldast væl. Tað eiga vit øll at minnast til.  Í koronastongsli er einki sum ein góður filmur Síðan koronastongsilin stakk seg upp, hava siðbundnu biografarnir verði avmarkaðir og stongdir, meðan somu filmar, sum har kundu havt verið vístir, hava tikið dik á seg á teim mongu stroymingarpallunum, ið fara um øll mørk. Um jólini og nýggjársleitið hava nógvir filmar verið á ymsu rásunum og tað er ikki dagur, at ikki stroymingartænasturnar bjóða nýggjan film og røðir, sum dyrka nýtt lendi, har fyrr ikki varð framkomandi fyri sensuri, arbeiddi tú fyri tað samfelagsbevarandi almenna sum Danmarks Radio og Sveriges Radio. Í norðurlendsku almannavarpunum eru so óvæntaðar røðir sum Doggystyle og En kunglig affär. Tvær fínar røðir, hóast tær taka upp og nema við eksplisitt seksuell viðurskifti, sum ikki hava verið sýnd á filmi áður uttan aldursmark og páklistraðan sensur.  Við hesum báðum filmum er tað ein farin tíð.  Treytað av at søgan er góð, og hevur berandi styrki til eina framhaldsrøð í sjónvarpi, eru fleiri søgur av hesum slagi, sum til dømis verifiseraða svenska søgan um dømda barnalokkaran og ivasaman matstovueigaran, sum bleiv elskari hjá kongi, og eftir kríggið varð dømdur átta ár í fangahús fyri at hava kravt pening afturfyri, skuldi hann tiga.  Ein kulørt søga úr veruleikanum, meðan nýggjastu partar í donsku sjónvarpsrøðini Doggystyle eru fínar søgur um leitandi og ótilpassaðan ungdóm, sum livir á ranguni í einum Nútíðardanmark, sum kortini er púra nærverandi. Bretskar krimirøðir bjóða eisini okkurt nýtt, hóast Barnaby og summarkrimi hanga teim flestu langt út av hálsinum sum tann bera tíðarspilla. Bretski summarkrimileisturin er so tugdur og tanlaður, at hann burdi verið forboðin í hvussu er í eina tíð og mentanarliga lagdur undir lok. Tað sløvar sinnið, tá filmar blíva so formalistiskir og lítið nýskapandi sum Barnaby og líknandi. Teir fara við ov nógvari tíð og helst fígging eisini, sum kundi farið til betri film. Sum til dømis henda. Millum nýskapandi bretskar sjónvarpssøgur hagani, er eitt skakandi rættardrama, Showtrial, sum ikki er ólíkt Netflixsfilminum um ungu amerikansku Amandu Knox, tá hon bleiv tikin og ákærd fyri eitt morð í Italia.  Eitt annað sjónvarpsdrama av nøtrislagnum er um kjarnorkukavbátin, sum kemur í trupulleikari dygst við okkara fiskileiðir. Og vilt tú síggja besta film í undanfarna ári, so er tað eftir mínari meining The Power of the Dog á Netflix, har eg eri mest hugtikin av tí lítla leikluti, ein hárkambur hevur. Á sama staði, Netflix, er italski The Hand of God, sum við eini hárbust vísur nakað, sum eg ikki havi sæð á filmi áður. Og vilt tú dagføra tína vitan um fremstu leikstjórar í Evropa, og hvat teir havast at, so eru nítjan filmar hjá spanska Pedro Almodóvar, tólv filmar hjá franska François Ozon, og tríggir filmar hjá týska Christian Petzold á Filmstriben hjá bókasøvnunum. Og vilt tú heilgardera teg til altjóða Holocaustdagin í ár, so er nógv at fara eftir.  Góði gamli videohandilin Blockbuster hevur nú eina stroymingartænastu, har norski Holocaustfilmurin Den Største Forbrytelsen sæst beint heim í stovuna. Filmstriben hevur ein hin stórbærasta filmin, eg havi sæð í fleiri ár, A Hidden Life, har amerikanski Terrence Malick byggir á søguna um eysturríkska militernoktaran, Franz Jägerstätter. Hesin filmur er eitt must, hevur tú áhuga fyri teim mongu, sum í týska heiminum arbeiddu móti nazismuni, men sum vit sjálvdan hoyra um.  Annar filmurin á somu stroymingartænastu er týsk-italska rættarmálið Der Fall Collini, sum úr nútíðarsamfelagnum røkkur aftur í nazitíðina.  Triði Holocaustfilmur á hesum palli er hin svarthvíti og skakandi sterki The Painted Bird um jødar í Eysturevropa undir krígnum.  Ungarski filmurin, Sonur Saul, sæst eisini á Filmstriben.  At enda vil eg mala til at lenda bleytt á Filmstrípuni millum satiru og barnafilm við hinum týska Da Hitler stjal den lyserøde kanin.  Fríggjadagin 21. í hesum fer Netflix at vísa okkum teirra versjón av kontrafaktisku søguni hjá Robert Harris Munich. Er bikarið ikki fult, so finnur tú Lektioner i løgn í Grand Hjemmebio. Filmurin byggir á hugtakandi søguna hjá Wolfgang Kohlhaase um at lúgva seg til eitt uppfunnið tungumál, fyri at sleppa livandi úr eini týningarlegu.  Góða sýning heima í sofuni - hóast filmur sjálvandi eigur at síggjast í biografinum í felag við øðrum! Kallkyn, kvennkyn - og gudakyn Í kvøld var Dagur og Vika í toppformi við livandi og analytiskum innsløgum, eisini laiv, hóast koronastøðan varð upplýst sum avmarkandi.  Í øllum reportasjunum, serliga teimum úr stýrhúsinum frá kavaruddingini hjá landi og kommunu, sótu menn við rattið. Tó, teir tosaðu við eina sjónvarpskvinnu um mannating, meðan grivið varð millum bygda.  Ein kvinna kom eisini fyri, tí landstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, den knassi, hevði skotið upp at víðka eitt grátt eldraráð við einari ungari kvinnu.  Á Facebook eru kvinnur av røttum í øðini um kynsdiskriminerandi redaktiónsfingurin, tí hetta líkist ongum.  Heldur ikki líkist tað nøkrum, tá eitt valfelag, ið hevur Afrika sum búmerki, leggur eftir Anniku Olsen í lítið dámligum vendingum um flokstrúskap í eini immunitetstíð.  Men hetta heimliga við at viga journalistikk á kynsbundnu skálini varð pístr vekk, tá eg skifti til ítróttasendingina hjá DR um Christian Eriksen, sum vil spæla fótbólt, hóast hann small á vøllinum, og eina løtu doyði, meðan allur heimurin hugdi.  Men so respektfull er redaktiónin, at vit síggja yvirhøvur ikki skakandi hendingina, sum helst er hin mest sædda í beinleiðis fótbóltssjónvarpi. Ikki eitt blinkstr. Alt fyri respektfult privacy, har kynið er vaskað burtur, ella kanska bara tí at eitt undirhaldsfelag longu hevur keypt øll rættindi til skakandi hendingina, har Guds hond reisti Christian úr deyða. Ein, ið rópast Hjulmand, hóast hann hvørki er hjólbeintur ella úr Andeby, verður spurdur um alt møguligt viðvíkjandi Eriksen. Hann hyggur niður og tosar spakmæltur, sum var tað slettis ikki ramasjanglarmandi ølbóltur, vit tosaðu um, men jólavitjan í heilaga hellinum, har Frelsarin varð føddur, og skeltið sigur, at nú skalt tú berføttur minnast, at jørðin er heilag og tú skalt ganga á henni, sum var hon brennandi. Ikki eitt millisekundsklipp av hendingini. Sjálvt Kennedymorðið er filmað og endursent ótaldar ferðir og brúkt til líkt og ólíkt at uppfinna søgur um rætt og rangt. Eisini myndin av Lee Harvey Oswald. Eisini myndin av Jack Ruby. Men hetta redaktionella val er ikki galdandi fyri fótbólt, ið hvørki umboðar kallkyn ella kvennkyn, men eitt nýtt uppdyrkað gudakyn. So untouchable er heilsubøtandi atferðin, sum einaferð kallaðist fótbóltur, blivin í óheftu miðlunum. Tað er eitt gudakyn. So óloysiligani eru teir knýttir at teim penga- og cupskipanum, sum einaferð róptust fótbóltur, miðlarnir. Í morgin standa teir við vaðbeinið. Soleiðis kallast sjónvarpssendingin frá 1987. Teir stóðu við vaðbeinið. Tá kunnu vit taka kynskjakið í miðlunum uppaftur.  Veðurmetingar - Fyri veður er jarðarferðin hjá Birgir útsett, lesur teknikarin, sum hevur vakt í Útvarpinum. Onkuntíð hvøkkur man við. Men hinvegin er tað vissuliga lívsælt at hava Útvarpið sum felagsnevnara, tá veðrið háttar sær, sum tað ger í dag. Frá morgunstundini hoyra vit frá somu miðsavnaðu keldu um koyrilíkindi kring landið, hvalbingar spæla hund sum altíð og sms’a um góðveður og at tey bara bíða eftir Smyrli og skíveðri, men í høvuðsstaðnum hava tey undir Kongavarða sæð fimtan bilar, sum standa fastir í kavanum. Prát er ikki við nakran hvalbing, sum sólar sær, men við ein veðurkønan undir Kongavarða, sum hevur hjálpt einum grannabili at koyra í kavanum. Hvar hinir fjúrtan fóru, verður ikki komið inn á. Ymiskt er, hvussu eygað sær og hvat vit brúka observeringina til. Gamalt var, at tú fórt ikki til útróðrar, uttan tú vart útróðrarmaður, og í fjøllini fórt tú yvirhøvur ikki, tí har hevði tú einki at gera. Soleiðis var tað.  Men nú vil alt sleppa at realisera seg, rógva út og renna uppi í fjøllum.  Tó, onkra hendingaferð havi eg í ferðavinnuhøpi rent meg í hesar potensierandi sálvbestaltaðu machotýpur, sum móti øllum fornufti herja á sjógvin og fjøllini. - Hvat feilar, hetta er av besta veðri, sigur ferðaleiðarin, meðan eg royni at finna lívd fyri ringastu brotunum, sannførdur um, at nú ganga vit burtur. Ringast, tá báturin rendi seg í íðuna við Mjóvanes, ið bráddliga stakk seg upp sum ein múrur og skiparin einki segði, meðan hann royndi at medda til.  - Is he normal, spurdu ensku gestirnir, bebbaræddir.  Og so eru tað fjøllini. Ikki ti, eri ikki bangin fyri hæddum, bara fyri at verða sogin oman í djúpa dalin og tað, sum har býr.  - Hvat feilar, sigur ferðaleiðarin, sum málsliga er nær í slekt við hin fyrra.  - Hetta er sum á sløttum, leggur hann skilvíst observerandi afturat. So skiftir informativa morgunsendingin til eina endursenda tónleikasending undan ársskiftinum. Verturin kønkar og hostar og heldur tað vera stuttligt, nettupp við endursendum kønkandi hosti. Tað var í fyrra árinum. Nú eru vit í seinna árinum. Eg øtist, tá eg renni meg í fólk, sum so illa duga at lesa støðuna av. Nú er trongd at fortelja landinum um at dyppa. Ein sólskinssøga í útideyðaveðri. - Recalculate, sigur gepeessarin og tekur boðini uppaftur. Offurgerð við kúlu Frálíki myndamaðurin hjá Portalinum, Sverri Egholm, lænti mær í morgun hesa nærmynd av eini grindakúlu, sum eftir drápið í Hvannasundi í gjár, er sett á húkin við innkonumvegin til Klaksvíkar.  Myndin er makthevjandi djevulsk og sipar beint til gamla høvdingasiðin í okkara upprunamentan, har høvdið á tí, sum var við undirlutan, var sett á eitt spjót at flagga, sum aðrar mentanir, ið ikki hava upplivað miðøld, enn praktisera á okkara døgum, og fáa fría atgongd til tess, tí almannagagnligar sjónvarpsstøðir hava skyldu til tess. Siga tær, redaktiónirnar. Sama helt Bjørn Nørgaard, sum í 1970 vildi geva pressuni ein undir vangan við at ofra eina tólv ára gamla ryssu, Røde Fane, úti á frosttaktu fløtuni hjá einum bónda í Hornsherred. Síðan legði hann alt í krukkur, sum vóru tað menniskjalutir klárir at gjøgnumlýsa í einum kanningarrúmi. Konserveraðu lutirnir av separeraðu og aldeilis fremmandgjørdu donsku sláturryssuni, sum einki, og hann endurtók ertandi, aldeilis einki, høvdu við napalmdrepning av børnum í Vjetnam at gera, eru enn til skjals á listasavninum ARoS og á listasavninum í Keypmannahavn, sum í dag eitir eins ryggbrotnar bókstavir, SMK, hóast hálvthundráð ára gamli boðskapurin ikki er petti ryggbrotin, men livir sítt fríska mótmælislív – í støðuni, í løtuni og á staðnum, har ótbótagerðin varð framd og óbótamenninir onga ætlan hava at sleppa, ella á nakran hátt at halda uppat við hesi atferð. Tí gjørdi eg hesa offurgerð á bønum, segði Bjørn Nørgaard, tá eg í hinari øldini hitti hann í útvarpssendingini Vetrarbreytin.  Grindadrápið dálkar okkara tilvitsku eins nógv og alivinnan dálkar okkar firðir og matgerð. Vælsignaðir, haldi uppat! The Serpent - krimi úr veruleikanum Tvær spennandi røðir á Netflix taka støði í søguliga franska hjálandaveldinum. Í Franska Vesturafrika, sum nú er Senegal, verður ytsti karmur í søgunum um gentlemantjóðin Lupin lagdur, og í hini spildurnýggju røðini The Serpent, verður indokinesiska upphavið brúkt sum tema, at skilja hópdrápsmannin Charles Sobhraj.  Hin fyrra røðin, sum byggir á 25 klassiskar franskar bøkur frá 1905 og fram, er hóast koplingar til franska nútíðarsamfelagið tað reina uppspinn. Hinvegin er hin seinna tann blektaða sannheit og byggir á drúgt rannsóknararbeiði hjá Interpol, tailendskari løgreglu, journalistum og niðurlendsku sendistovuni í Bangkok.  Hevði henda seinna filmsrøðin, The Serpent, sum er í átta pørtum, har hvør parturin er 58 minuttir, ikki verið kunngjørd sum faktabaserað, hevði eg ikki trúð uppá hana ella tíma at hugt eftir henni, serliga tí at sprungið verður aftur og fram í tíð alla tíðina. Men veruleikakrimi, true crime, er ein sjangra, sum í hesum døgum leggur alt aftur um seg, hvussu dýriskar og ósamanhangandi hendingarnar eru. Veruleikin vinnur sum vant á allari fiktión. Høvuðsmaðurin, Charles Sobhraj, kallaður The Serpent, The Bikini Killer og The Splitting Killer, hevur fleiri persónsnøvn, og er eins og fiktivi Lupin, ein meistari at skifta útsjónd, alt eftir hvørji pass hann hevur stolið frá vesturlendskum ferðandi ungfólkum, mest hippiarum á the Hippie Trail í India, Nepal og Tailandi í 1975 og 76. Sobhraj er føddur í Saigon í Indokina í 1944, har mamman var vjetnamesisk handilskona og pápin indiskur handilsmaður. Tykist, sum henda stættarstøða hevur fýrt upp undir eina undirlutakenslu, ið støðugt drívur Sobhraj til at eleminera fólk, ikki tí hann per se er blóðtostandi drápsmaður av vanliga bestialska slagnum, sum vit oftast síggja á filmi, men heldur tí at hann mest sum av handahógvi, bara soleiðis, ger sær gerandisligar útvegir fyri at fáa pengarnar hjá vesturlendsku ferðafólkunum til eina hedonistiska tilveru í Bangkok, har hann er gudalíknandi miðdepilin, og gimsteinar eina løtu eru stavnhaldið. Ein starvsmaður á niðurlendsku sendistovuni í Bangkok, Herman Knippenberg, tekur av sínum eintingum á seg at kanna, hvat varð av tveimum ungfólkum, ið hvurvu. Hóast løgreglan treyðugt vil taka málið upp, fær hann skjótt innlit í korruptión og kriminalitet í stóra ferðafólkabýnum, har myndugleikarnir vilja hjúkla um blómandi ferðavinnuna.  Hetta er ikki ein vanligur krimi, tí hetta eru søgur úr eins veruliga og ótrúliga lívinum hjá vinaliga manipulerandi Sobhraj, ið hevur framúr evni at finna ung vesturlendsk ferðafólk, sum eru komin í eina óhepna støðu, sum drápsmaðurin oftast sjálvur hevur elvt til, so hann kann hjálpa og knýta nýggj persónlig bond, bara fyri í minsta lagi at stjala passið og teir ferðakekkar, sum tað gevur atgongd til. At menniskjan kann verða so djevulsk, kann bara veruleikin avdúka og sanna.  Sobhraj er enn á lívi og nógv er at lesa um hann á netinum, til dømis hvussu hann fleiri ferðir hevur selt lívssøgu og morðfrásagnir til heimsins fremstu miðlar, tað verið seg avísir, bókaforløg, sjónvarpsstøðir og spælifilmsframleiðarar.  Nýggjasti filmur er hesin, The Serpent, sum BBC og Netflix hava gjørt. Eg hugdi eftir honum út í eitt í átta tímar. Hevur tú áhuga í veruleikakrimi við flottastu natúrsenum, so er henda røðin akkurát nakað fyri teg. Men tíðarskiftini aftur og fram eru krevjandi. Og so er tað tað, at hevur tú børn ella vinfólk, sum ætla sær í Fjareystur at ferðast, so er ikki ráðiligt at fáa innlit í søguna um Sobhraj. Avgjørt ikki. Henda faktabaseraða filmsrøð strikaði definitivt India, Nepal og Tailand sum ein ferðamøguleika í mínum hugaheimi. Gásadalsfilmurin komin So er hann komin, svenski Gásadalsfilmurin Fågelfångarens son við føroyskum teksti. Hann er á einum harðdiski í appilsingula flogkuffertinum hjá Johannes Jensen, sum er samframleiðari og stjóri í Faroe Film. Mikukvøldið 1. mai fer Filmsfelagið at seta filmin í maskinuna í Havnar Bio og frumsýna hann fyri øllum áhugaðum føroyingum. Til hesa sýning í Filmsfelagnum verður leikstjórin, framleiðar og høvuðsleikarar til staðar. Í filminum letur leikstjórin hina svensku Livia Millhagen (Livia) møta føroysku Vídgis Hentze Bjørck (Johanna) í eini kærleikssøgu, sum sprettir úr Gásadali. Livia Millhagen, sum bæði tosar svenskt og franskt í filminum, sigur, at hennara leiklutur, ið eisini ber navnið Livia. Livia er vertinnan, sum í loyndum hjálpir vinfólkunum Esmari (Rudi Køhnke) og Johonnu at fáa ein son, so garðurin uppi í Gásadali ikki gleppur hjúnunum av hondum, tí tey eiga bara døtur. Avbjóðingin er at halda hjálpina teirra millum, so slaturin ikki fer at ganga. Eingin kennir avleiðingarnar og millum næstrafólkini veksur vreiðin um eina gamla lóg, ið fær so stóra ávirkan á tilveruna hjá hjúnunum uppi í dalinum. Richard Hobert hevur skrivað handritið og leikstjórnað Fågelfångarens son , sum er tólvti filmur frá hansara hond. Søgan byggir á veruligar hendingar í Føroyum í 1800-talinum. Fågelfångarens son er tikin í Føroyum við svenskum, donskum, føroyskum og fronskum leikarum, sum til dømis Rudi Køhnke (“Follow The Money” 3. partur), Vigdis Hentze Bjørck (“Eugene Onegin”), Livia Millhagen (“Systrar 1968”), Jørgen Langhelle (“Arn”), Hedda Rehnberg (“Vår tid är nu”) og Sébastien Courivaud (“Second Chance”). Fågelfångarens son er stór framleiðsla, sum eisini telur Faroe Film, men fyrst og fremst Anders Birkeland og Göran Lindström frá GF-studios, sum fyrr hava gjørt “Såsom i himmelen” og filmarnar “Göta kanal”. Her fáast atgongumerki til sýningina í Filmsfelagnum. Føroyar millum dreym og vøku - Eg havi altíð verið hugtikin av Norðurlondum. Seinastu árini havi eg vitjað Ísland, Noreg, Finnland og Grønland. So Føroyar komu natúrliga eisini á mín ynskilista, my bucket list, sigur Stéphane Ridard úr París á páskum, nú hansara poetiski stuttfilmur Føroyar er sleptur á Vimeo. - Tað er nakað, ið er so serstakt har norðuri hjá tykkum, sum tú ikki finnur ella sært aðrastaðni, tá tú arbeiðir sum fotografur og filmsleikstjóri, sum í báðum førum eru míni professionellu øki, my playground, sigur Stéphane. - Til hetta høvið vórðu Føroyar hin fullkomni staðurin at filma, tí veðrið skifti alla tíðina. Ein og sama dag kanst tú filma púra ymsar kenslur, hugløg og atmosferur yvirhøvur. It’s crazy, sigur Stépane, púra hugtikin. - Vit spurdu nøkur lokal fólk, hvar vit kundu finna og filma, these beautiful spots, hesi vøkru føroysku støðini. Heilt nágreiniliga var tað okkara AirBnb vertur, Maryanne, sum av einslistum var um okkum og gav okkum góð ráð um støðini. - Tað kann tykjast løgi at siga so, tá eg arbeiði við filmi, men høvuðsinspiratiónin hjá mær kemur úr tónleiki. Eg lurti nógv eftir tónleiki, serliga tá eg ferðist. Tað skapar eina serliga kenslu, og har byrja allar mínar filmisku verkætlanir. Við tónleiki. Meðan eg var í Føroyum lurtaði eg eftir nýggjastu útgávuni hjá donsku Agnes Obel, føroyska Marius Ziska og amerikanska Conner Youngblood. - Vit komu aftur úr Føroyum eina viku innan franska samfelagið varð latið aftur av Covid-19 smittuni. Tí noyddust vit at arbeiða heimifrá og heilt annarleiðis enn ætlað. Tiernan Piroué, sum gjørdi tónleikin, hevði nøkur ljóðføri heima og gjørdi upptøkurnar har. Liah O’Prey, sum í fjør var við í filminum Mary Queen of Scots , skuldi lesa tekstin, sum Martin Laugery hevði skrivað til filmin, og vit gjørdu av at senda henni eina mikrofon við postinum, so hon lesur upp í íbúðini har, sum hon býr. Alt er heimagjørt. - Næsti filmur eg arbeiði við er fiktión og fer eftir ætlan fram á Svalbarð næsta ár. Eg eri ikki liðugur við Norðurlond enn, sigur Stéphane, sum í løtuni á Instagramvanganum eisini hevur Jordan, Madagaskar, Dolomittafjøll og Indonesia ovast á breddanum. - Kundi hugsað mær at komið aftur til Føroya, kanska um summarið, og roynt nakað annað, serliga at læra føroyingar betri at kenna. Og so segði onkur mær um G! festivalin og føroyska tónleikapallin, sum eg eri serstakliga spentur at hoyra meira um. Martin Laugery, ið arbeiðir saman við Stéphan, hevur skrivað tekstin, sum Liah O’Prey lesur í filminum. Spurdur um inspiratiónskeldur til arbeiðið við teksti á filmi, sum hesum um Føroyar, nevnir hann fyrst og fremst storytelling, at skapa ein søgutráð, og so vísur hann til 69 ára gamla franska høvundan Philippe Derlerm, sum fremstu fronsku listarligu inspiratiónskeldu. - Eg hefti meg við ymsu tíðarskeiðini í lívinum, skiftið millum hesi og so at venda aftur til byrjanina, sigur Martin Laugery. Føroyar er ein sjáldsama poetiskur stuttfilmur, sum millum dreym og vøku er bæði effektivur og kensluborin at lýsa eitt fremmant stað, kanska við enda jarðarinnar, har bert fá av meginlandinum hava verið, tí her er so fjarskotið. Tað er vetur, so ítøkiligi visuelli karmurin er kavi í stormi og logn, serliga væl eygleiddur við dronu og í brimi. Henda harðbalna lýsing verður borin fram við einføldum men dramatiskum filmstónleiki og eini himmalskari kvinnurødd, sum á páskum nemur við frumsøgu og uppruna, ja uppreisn. Føroyar eru fýra fullløddir minuttir, skaldabornir við briljantum teknikki. Penasta pláss í býnum Hetta er Penapláss í Havn. Yviri við Strond, í einum orði, kanska tí tað er ein steinur í einum hyli. Tað er Penapláss. Havnarfólk hava aldri verið kravmikil. Kanska er tað gott tað sama, tí enn liggur Penapláss púra óspilt fyri allra eygum. Bara hegnið minnir okkum á tann óunnuliga veruleika, at onkur eigur og tað heilt út í fjørðin, so langt eitt klyvjaross við taraleypi kann grynna.  Í Býaratlasinum hjá Kommununi stendur um henda stað, at "Fyri býin er tað í dag eitt stórt ríkidømi at hava hetta óspilta landslagið heilt inni at sær og beint um hornið".  Framvið stórbæru keypmanshúsunum, sum gjørdust tignarlig kommandørhús, ið nú er hábarsliga Sea Side Hotel Havgrím, kallað eftir handilsmanninum, ið bygdi, slepst fram við hegninum móti penaplássi. Slætt er at ganga eftir smølu rásini, niðanfyri hegnið, har einasta elevatión er hesin heyggurin.  Niðaneftir er hetta sýnið, seyður á innhegnaðu trøðni, og snarar tú tær á, er hetta sýnið úteftir. Fagraberg verður sleipaður inn á Vestarubryggju.  Gangandi eftir helluni móti Penaplássi, varnast tú, at her er mosi og skón á hvørjum steini, so tað fjaðrar mjúkt undir svartaskónum.  Her hevur eingin gingið í drúgva tíð. Tað gevur mær eitt klokkuklárt argument, sum gongur beint móti teirri ætlan, sum seinastu árini hevur verið frammi um at leggja eina breiða asfalt- og betonggøtu eftir hesum signaða lendi, sum liggur órørt, burtursæð frá nøkrum smádreingjum, sum undir kalda krígnum fangaðu kombikk og ivaleyst hildu, at treylarar og konteynarahavnir vórðu upphugsað science fiction.  Men nú er tað her, staðfest sci-fi, og ringa kommunala samvitskan um tungu ferðsluna eftir sama gamla vegnum yviri við Strond, sum hevur skapt tankan um eina avlastandi hugnagøtu frá Skansanum, út á Boðanes og heilt niðan í Hoydalar til vinstru og Hoyvíkar til høgru, tá tú ert komin nakað niðan við Hoydalsá. Úti við Bukkivald liggur ein kommunal royndarbúgv at traðka á. Havi fyrr skriva um hana á hesum bloggi. Beint heimanfyri er einsta fiskapláss í Havn lagt á blik, so øll kunnu síggja og uppliva tað, tá liðugt er. Her hevur arkitekturin Eyðun Eliasen estetisku ábyrgdina, sum eg giti, at hann fer at loysa væl. Í hesum óruddiliga samvitskutanka hjá kommununi, er Eyðun hin einasti eg seti mítt álit á, nú síggjast skal oman á eina betongkonstrueraða gøtu fram við sjóvarmálanum.  Komin heim á Skansan sæst úteftir, og tá er neyðugt at síga ferðafólki frá, at Skansin, the Fortress, er ikki svarti bygningurin uttanfyri Vitan, nei, hatta er Fiskasølan, Handilsskúlin og nú Føroya pengasterkasta banka- og tryggingarsamtak, sum ber tað snediga navnið betri. Við lítlum, tí traðarmenn í Havn eru lítillætnir. Men ikki, tá tú snarar á halinum og hyggur hinvegin. Vandi er í hvørjari vælferð.  Tankin um at sleppa at ganga frítt á gomlu spæliplássunum yviri við Strond kunnu geva býráðspolitikarum fepursjónir, sum eg ikki vóni, at eg fari at síggja realiseraðar sum breiðar asfalt- og betonggøtur í mínari tíð. Við aldurinum verður man so konservativur, at her skal einki gerast, haldi eg.  Her er ruddiligt og heilt okay hjá fólki at ganga, ein og ein og ikki so nógv meir. Um barnafamiljur við barnavogni krevja sín rætt at taka seg fram her og alla tað knortlutu leið út á Boðanes og niðan í Hoydalar og Hoyvíkar, so ar alt spælið spilt. Vóni ikki at tann flokkur kemur í Býráðið. Hesin strandakantur eigur at verða ein partur av at varðveita Havnina og virða, at alt strandarlendið er lagt sum frílendi í byggisamtyktini og er undir ásetingum í náttúrufriðingarlógini, okkum øllum til fragd og gleði. Góðar páskir av helluni á Penaplássi langafríggjadag.      Akvavitt aftur til heiðurs og æru Akvavitt, sum fyrr var so vanligur drykkur á okkara leiðum, hevur eftir eina ósjónliga og forfjónaða tilveru í mong ár tikið seg fram sum tað nýggja svarta, tey rópa, uttan tó at sipa til íslendska Svartadeyða. Í útlondum eru nýggj og tíðarrøtt veitingarstøð, sum burturav leggja seg eftir hesum aldargamla norðurlendska snapsi, sum til dømis keypmannahavnska Rastløs í Ravnsborg Tværgade, har tey eisini skeinkja føroyskt akvavitt. Cask Akvavitt er heitið á eini nýggjari og snøggari hálvliturs snapsafløsku av eksklusiva slagnum, í skapi sum Havið  við sjerri og whisky smakki frá Dism, ið kom á marknaðin herfyri. Tað er í hesum føri Einars’ Distillery, sum er felag undir rakstri hjá Føroya Bjór í Klaksvík, ið eigur nýggja mildara snapsin, sum er í Rúsuni fyri 295 krónur. - Nýggi snapsurin hevur ligið og lagrað í sjerri- og bourbontunnum í nakrar mánaðir, sigur Sophus E. Dal Christiansen, sum er marknaðar og søluleiðari hjá Føroya Bjór. Úrslitið av lagringini er gylt akvavitt og ein serstakur rundur smakkur við sjerri- og vaniljunotum, ein snapsur, sum er vælegnaður at njóta aftur við einari góðari máltíð, sigur hann í Mikkeller barrini í Bringsnagøtu í Havn afturvið smyrjibreyði við sild og hýsuflaki. Eisini eru aktuelt ølbryggj frá Føroya Bjór á borðinum, tað er várbryggj og páskabryggj. Sophus upplýsir, at umframt páskir, eru serligu sølutíðirnar hjá førandi bryggjarínum ólavsøkan og jólini, og at føroyingar eru raskir at keypa nýtt. - Vit hava havt serligar smakkgómar til júst hetta endamálið, og etikettina hevur Annika Waag gjørt saman við donskum prentarum, sigur Sophus, og upplýsir, at seinni í ár eru trý ár liðin, síðan fyrstu føroysku whisky dropar vórðu tiknir, so kanska kemur fyrsta føroyska whisky frá Føroya Bjór á marknaðin í ár. Útlendingar hava longu spurt um til ber at fáa fyrstu batchini , og summarhálvuna hava vit fólk, sum burturav tekur sær av ferðafólki, sigur Sophus, meðan vitjandi tyrpast í túninum. Jú, ferðafólkaskeiðið er vissuliga longu byrjað, tað er, um tað nakrantíð endaði. Sebastian Eriksen er úr Vestmanna, fangavørur hjá Kriminalforsorgini og nevndarlimur í Einmalt, sum er føroyskt áhugafelag fyri whisky. Í sambandi við hetta seinna er hann eisini smakk-ambassadørur hjá Føroya Bjór, og eg biði hann seta orð á smakknoturnar, nú vit hava smakkað Cask Akvavitt við smyrjibreyðsborðið í Mikkeller. - Snapsurin liggur væl í munninum, tað er øgiliga góð javnvág ímillum vaniljusøtleikan úr bourbontunnunum og tær tyngru, turraru smakkinoturnar úr sjerritunnunum. Snapsurin er søtur og rundur, smakkar av vanilju, knústum piparkornum og blommu. Eitt lítið sindur av beiskleika er, ið førir tankarnar yvir á kervil. Hetta er ikki ein klassisk akvavitt, kumman er ikki dominerandi smakkurin og í eftirsmakkinum er ein farri av myntu og stjørnuanis, sigur Sebastian, sum er smakkambassadørur hjá Føroya Bjór í sambandi við henda snapsin og annars er vanur at seta orð á smakk í felagnum Einmalt. Hugfarsligt at hugsa, at fyri tíggju-fimtan árum síðan var neyvan nakar ið skilti, hvat tú tosaði um, tá tú fór eftir smakknotum í snapsi og so slettis ikki akvavitti. Tað var fyrr nakað tú koyrdi í gult, grønt ella reytt sodavatn og drakk teg skít av, helst á baksetrinum í einum bili millum bygda við Middle of the Road í háttalaranum. Soleiðis er ikki longur. Nú er alment lógligt og persónliga virðiligt at seta orð á smakk, eisini á heimlands snapsi. Tað gongur framá. Har vildi eg fegin búð Meðan dunið frá eysturevropeiskum skipum rullar inn móti føroyskum langafríggjadagslandi, dagar hesin skjøldur upp úr bakkanum. Har vildi eg fegin búð, er mín fyrsti tanki. Geri up við meg sjálvan, at omanaftur skal gongutúrurin leggjast fram við hesum húsum. Tað er í fyrsta lagi eyðsýnda útsiktin og síðan byggisniðið í lendinum, sum fangar mín áhuga. Tílíkt sæst ikki í íbúðabygging í høvuðsstaðnum, sum er mesta at líkna við eitt klondike. Fremmandu risaskipini á fjørðinum, fiskiskip og móttøkuskip, duna allan vegin tá tú gongur úti við Strond. Summstaðni slær eystandunið aftur og tú verður mintur á filmin "Breaking the Waves" (1996), har fremsti kvinnuligi offursleikarin er umborð á rustaðum skipum, sum skotar kallaðu klondikers. Langafríggjadagsminnið um siglandi klondikers er langt síðan skolað upp á land og hevur heft seg alla staðni í býnum. Grefligast, tey árini Glasir varð í gerð, og alt uttan um fór at liva eitt nýtt lív, sum ikki var sæð fyrr, lívið hjá klondikers. Sami bústaðarsvullur fór at gera um seg eftir einum áli uppi í Hoyvík, og úti undir monumentalt vakra Kongavarða er sama hóttan fráboðað. Bygging við íbúðum, fjølbýlishús, er nýggj í Føroyum. Her vilja øll eiga sítt egna. Í mong ár stóðu nýgift pør í røð at betala fyri at sleppa inn í Ítróttahøllina á Hálsi at síggja “Fót undir egið borð”. Marknaðurin, og hvør ið ræður, er nógv broyttur seinasta tíggjuáraskeiðið. Fyrsta veruliga íbúðabygging av hesum slag, eg veit um, eru lítið vøkru húsini úti á Fløtum, ytst við Landavegin, sum fyri eini fjøruti árum síðan ella meir, vóru bygd sum søluíbúðir fyri modernaða menniskjað í Havn. Langt undan hesum, helst í fimmtiárunum, vórðu raðhús til verkafólkið bygd í Jóannes Paturssonar gøtu, í Hornabø og í túnunum í Eysturbýnum. Í sjeytiárunum skipaði kommunan fyri at arkitektteknaði hús vórðu bygd í Tórsbyrgi og á Berjabrekku. So komu eins væleydnaðu raðhúsini hjá Guttesen & Staksberg uppi í Hoyvíkshaganum, har eisini einstøk íbúðahús í dag tykjast standa seg væl. Ímeðan eru eisini komin raðhús og íbúðir úti undir Kongavarða, sum er í støðugum vøkstri, hóast tey tykjast skipaði og við framúr útsýni heim yvir býðin. Hesin tanki um skipan og at økið er skipað í lendinum, sæst ikki so lættliga aftur í mínum eygum uppi í Hoyvíkshaganum, niðan frá kirkjuni. Har er mest sum tað bera klondike, tambað heilt út í mark, so mest fæst fyri hvønn fermetur. Á ein ella annan hátt hevur tað eydnast útleigarum í Havn at taka á seg leiklutin sum góðvildarmenn, akkurát sum teir ríkmenn, ið stuðlaðu listini í rennesansuni. Vælviljaðir góðvildarmenn. Tí hevur orðfeingið verið merkiliga stuttkomið á hesum øki og hevur ongantíð sæst sum grafitti. Tað er ikki meir enn tú fært tikið orðið “íbúðahávur” í tín munn, tí hann er aldri komin upp at blása, tíansheldur komin í drepning, men hevur livað sítt javna undirgrundslív, millum tey, ið flyta av bygd í bý at læra og ganga uppá skúla. Og so koma børnini á tey, og gifting verður neyðug í borgarliga samfelagnum, sum í eini tíðarleysari Martin Joensen søgu. Undirgrundslívið í føroyska kjallaranum møtir einum tørvi. Sum á arbeiðsmarknaðinum fáa vit náðifull orð, ið kunnu parast við bíbilsku hugtøkini um at geva og taka, arbeiðsgevari og arbeiðstakari, leigari og útleigari. Alt av náði og bara tær til fyrimunar, kæri ognarleysi leigari, nýkomin til býin. Tí er tað eitt av størstu og mest miðvíst tilætlaðu politisku átøkum í einum samhaldsføstum samfelag á nýtestamentligari bíbliugrund at skapa bústaðir. Tað er ein mannarættur, sum ikki fyrr enn heilt nýliga er komin til okkara. Trygt at búgva til leigu og kann henda eisini at fáa eina lutaíbúð. Nýggjasta ætlan hjá núverandi Bústøðum er í minsta lagi 50 kann henda 70 íbúðir í støddini 50-100 fermetrar á Óðinshædd, við síðuna av grannskoðarafyritøkuni Januar, har Bústaðir, sum byggja á gamla Húsalánsgrunnin frá 1965, longu hava bygt 22 íbúðir í ovara borði í somu gøtu. Tað var hon, bústaðarætlanin Óðinshædd II, ið fangaði mín áhuga langafríggjadag. Ikki tí, at eg ynski mær nýggjan bústað, búgvi frammanundan í nærumhvørvinum, men tí at sjónligt er, at bygt verður í lendinum, við øllum teim virðingum, møguleikum og bindingum, ið gera seg galdandi, tá bygt verður til fólk, ið vilja fáa, um ikki fót undir egið borð, so í hvussu er tak yvir høvdið og eitt liviligt umhvørvi, við tí sum koronatíðin hevur lært okkum - at halda frástøðu, keep a social distance - og ikki at verða rend um koll av óvæntaðum grannum, sum eingin visti av fóru at byggja beint upp fyri, og so eina hædd afturat, ella at ota seg inn á parkeringspláss, so klandrið verður um bilar og ikki fólk og teirra býli. At halda frástøðu, to keep a social distance. Tað er eitt nýtt fyribrigdi, sum ikki sæst aftur á øðrum støðum í somu Havn. Kanska fer koronakreppan at læra okkum at hugsa annarleiðis, eisini á hesum øki, at fáa ein bústað, sum er liviligur, ikki bara fyri estetiska sansin og parkeringsplássið, men eisini fyri pengapungin. Tað skal verða mín langafríggjadagsvón, at hetta fer at eydnast Bústøðum. Tí hetta er tað besta til fólkið, eg havi sæð. Føroysk íbúðabygging, ið er til leigu og sosialt vendir ein brúkararættan veg, hevur hesa stuttu tíð, síðan Bústaðir blivu til, fingið so nógv asosial skot fyri bógvin, at her eigur politiska skipanina at verja borgaran móti profittmaksimerandi kapitalinum, sum so mong ganga ørindi fyri. Hondfasta koronakreppan hevur ítøkiligani mint okkum á, at profittmaksimerandi kapitalurin er okkara broddbefongdi deyðafíggindi nummar eitt. Tí er umráðandi at rópa varskó, og síggja til, at politiska skipanin ikki loyvir enn fleiri klondikes í høvuðsstaðnum. Tað skal verða mín langafríggjadagsvón. Amen. Pólsk ferðabók um Føroyar Í dag fekk eg eitt tjúkt bræv við einari pólskari bók í. Gitti, at tað var Marcin Michalski, sum sendi mær lidnu bókina, eftir at hann í fleiri ár hevði sent mær spurningar um føroyskt mentanarlív, og spurt um loyvi at brúka myndir av mínum bloggi. Tað var gamaní. Men ongantíð hava vit møtst, hóast hann fyrr hevur búð í Føroyum og hevur ein pólskan blogg um Føroyar. Heitið á bókini er Wyspy Owcze, sum er Føroyar á pólskum, og forlagið er Tramp í Stettin. Bókin telur 385 blaðsíður og er merkt av ótrúligum innliti um og áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli, og eisini landi at búgva í. Fólkatalið í Póllandi er 38 milliónir, hvønn morgun gangi eg framvið pólskum arbeiðsmonnum og á Skipasmiðjuni eru skelti á pólskum. Nú eg lati bókina upp, standa fremst seytjan nøvn, har mítt er eitt. Undir hvørjum navni standa ymsar tøkkir. Við mítt navn stendur: Za bezcenne wsparcie merytoryczne i odpowiedzi na setki pytan dotyczacychkultury. Nú er gott at hava Google translate, sum dugir at siga mær, at pólska orðingin kann týðast til: Thanks for invaluable substantive support and answers to hundreds of questions about culture. Tey, sum hava skrivað pólsku bókina um Føroyar sum ferðamál, eru Maciej Brencz, Kinga Eysturland, Marcin Jakubowski, Łukasz Łach og  Marcin Michalski. Kinga er tann einasti av høvundunum, sum býr í Føroyum. Í 2003 kom ein pólsk ferðabók um Føroyar, sum Marek Jakubowski og Marek Loos skrivaðu fyri sama forlag. Tey fylgja væl við í føroyskum viðurskiftum og hava á heimasíðuni longu tíðindi um, at Gunnar Hoydal er deyður. Í bókini eru eisini upplýsingar um nýggju Nørrønu og um Eysturoyartunnilin. Filmur hevur makt Í dag verður filmurin Danmarks Sønner frumsýndur í donskum biografum. Ulaa Salim (f.1987), ið er beiggi kenda leikaran Dar Salim, hevur gjørt nýggja danska filmin, sum hevur fingið øði í Dansk Folkeparti, tí tey halda, at hetta er ein lívshættisligur filmur. Danmarks Sønner verður lýstur sum ein politisk nøtrisøga, ið tekur støði í einum hugsaðum bumbuálopi í Keypmannahavn í 2025. Rasmus Bjerg, sum fer at syngja saman við Frændum í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið 18. mai, hevur høvuðsleiklutin sum Martin Nordahl, ið er formaður í fiktiva flokkinum National Bevægelse. Terrorisma hevur deilt tjóðina í tvey, og meðan fólkatingsvalið nærkast, møta vit 19 ára gamla Zakaria, sum aftur møtir Ali. Leikstjórin lovar ongar moraliserandi peikifingrar, men ummælarar eru, ið hava hug at bera saman við amerikanska Martin Scorsese, meðan aðrir ummælarar banna hann niður og norður. Kannað verður nú, um filmurin kann vísast í Føroyum. In absentia fekk russiski filmsleikstjórin, Kirill Serbrennikov (f.1969), í farnu viku Nika virðislønina sum besti leikstjóri fyri filmin Leto (Summar). Við somu grundgeving hevur hann eisini fingið virðislønina Hvíti Elefanturin frá russisku filmsummælarunum. Eftir at hava sitið í húsavarðhaldi í Moskva í hálvtannað ár, fekk Serbrennikov mánadagin boð um, at nú hevði hann frítt at fara, bara hann var í býnum. Serbrennikov, sum er leikstjóri á Gogol sjónleikarhúsinum, ið verður lýst sum avant-garde, sigur við Interfax tíðindastovuna: "I will celebrate now but will return (to work) very soon. It's not easy psychologically but there is so much to do; we have plays, rehearsals." Filmurin Leto er um rokkstjørnuna Viktor Tsoi (1962-1990), sum var sangari í kenda bólkinum Kino. Sum miðil er filmur enn ikki útbrendur. So langt frá tí. Tað subtila Í hesi koronatíð, har heilsumyndugleikarnir hava tikið leiðsluna, meðan sosiala samfelagsfunktiónin er sett á standby, er at finna sær okkurt at ganga upp í. Nærliggjandi er Weekendavísin. Nýkomin á telduni. Hana helt eg í pappírsformi meðan postútbering enn var leygardag. Fyrr var tað soleiðis at týsdagur var Dimmudagur og so gekk vikan, mikudagur við ymsum temabløðum, sum ikki riggaðu, og so kom Sosialurin eisini fyri seg, modernaður, við fleiri útgávum og eini framúr vikuskiftisútgávu. Tað blaðið hevur enn ein góðan redaktionellan standard, kann henda við subtilum yvirskriftum á síðu tvey. Temablaðið hjá Dimmu, haldi tað æt Punktum alla tíðina, kanska Krydd ella Skái eina tíð, var eisini framúr, hvat subtiliteti viðvíkti. Bloggurnar vóru stuttligar inntil tær púra mistu jørðforbindilsi og blivu lallandi fjollutar. Eisini tekningarnar, gjørdar spesifikt til ávísu útgávuna, vóru framúr í eitt stutt tíðarbil. Tá var zenith í føroyskari blaðútgávu. Hetta afturhorvandi innlit, flash back, fekk eg í morgun nú eg blaðaði gjøgnum Weekendavísina á netinum. Hon er donsk og á nútíðarføroyskum merkir danskt tað sama sum útlendskt. Vit lesa, síggja og hoyra einki uttan úr heimi, sum ikki er danskt. Skalt tú fáa ein bara nøkurlunda harmoniskan aldurdóm, so er at sláa teg til tols við tað. Útlendskt er danskt. Eisin tá tú fert á skeið í samskifti. So er skeiðshaldarin útlendingur í aðurnevnda týdningi. Og tá vit skulu læra okkum at lesa millum reglurnar, ja tá er skeiðshaldarin eisini útlendingur. Soleiðis er tað bara, og ikki nyttar at blíva við at fara upp at kokkalarakóla um tað. Koronakrókurin í høsnagarðinum er so innsnørdur, at tað er, so segði hann, sum at fara í útlendska kirkju og kenna á sær, at ein situr aftanfyri og beint nú ætlar at prika teg í ryggin. Ikki lækna-korona-prika, men bara prika, soleiðis mann til mann við fremstafingri, tá boð skulu gevast, sum til dømis, at tú hevur fingið ein útlendskan skvøtt í nakkan innan tú fór í markleysa Gudshúsið. Tað er tann totala paranoia. Mest elvd av samfelagsliga innistongslinum, har læknafrøðin, kanska av røttum kanska ikki, hevur fingið myndugleika at bestemma, seta dagsordanin, og sleppir at bróta niður allar sosialar viðtøkur og fyriskipanir, sum mannasøgan higartil hevur kent og savnast um alt síðan fyrsti eldur varð kyndur. Kanska eru tað bara óítøkiligu heimsmálini hjá ST, tey seytjan, sum limalondini samdust um, ið ikki bara spøkja, men nú føra pennin og stoypa alt plottið, og nú ganga vit í endadagsfilminum heima í túninum. Tey samdust ikki um tungumál og átrúnað, men um onnur gerandislig viðurskifti, sum øll benda á stættarsamfelagið, tey ríku og tey fátøku, og hvussu hesi bæði parametur laga tilveruna og samstundis framtíðina hjá klótuni. Tey ríku eru tey bestu, og er nakar sum ivast, so hava vit útbúgvingarskipanina, sum hond í hond við kirkjuni er dyggasti stuðul, framhaldandi at halda stættarsamfelagið í hevd, so øll, ið fyrst hava verið á skeið í mentanarligari fríseting og síðan á framhaldsskeiði um refleksiva mentanarhugtakið kunnu halda teirra turra kjaft og bara hyggja upp úr bókunum og fyrihalda seg til gerandisdegin her og nú. Eg blívi svakur, fyri at sitera Símun Kunoy. Men ímeðan blíva tey sterku sterkari og tey veiku veikari, hvar tú so hyggur. Í hesi føroysku innilastu-á-botni-støðu er tað en lise , sum útlendska orðabókin sigur, at lesa Weekendavísina. En vederkvægelse . Útlendsku yvirskriftirnar bjóða mær innum, kveikjandi vitbornar, vitalt vibrerandi. Hóast hon ikki er hin mest innbjóðandi í mínum morgunlestri í júst hesi útgávu, er forsíðan rímiligvís fyrst fyri, so "Fagre nye færden" er sjónligasta yvirskriftin. Hon skal lesast umaftur, ikki ov skjótt, og krevur vitan um onnur bókaverk og intertekstuellan førleika. So hava tey tað fyri á redaktiónini, at finna eitt stikkorð, eitt høvuðsorð, sum einsamælt sipar til innihaldið í greinini. "Panoptikon". Tað er einsamalla stikkorðið. Síðan stendur, sum etikett á hondspritti frá Apotekinum. Og orsaka at spesifikka landið varð nevnt í desinifiserandi vegleiðingini, sum er til fjarskiftisbrúk. Besta yvirskriftin er goymd á síðu trettan í partinum um bøkur, har hon sigur: Fakta­hygiejne i pandemiens tid. So koma yvirskriftirnar, teig av teigi, við einum høvuðsorði og eini brúkaravegleiðing. Vit taka trý dømi at enda, nú heimaveðrið bleiv so illsligt við vátaslettingini. Meðan vit mugu taka til takkar við skattafíggjaðum heimalandsyvirskriftum sum, at útlendingurin kortini ikki sleppur í kirkju á páskum, kennir privatkapitalistiski subtiliteturin í útlendskum avísum fyri mær at síggja eingi mørk, so hugfloygdur er hann. Subtiliteturin, sum vit hava so torført at gera til okkara egna. Tí henda blogg. Bara tí. Ikki petti annað. Gunnar Hoydal farin Í gjár frættist, at Gunnar Hoydal er deyður, 79 ára gamal. Farin í annað ljós, sum tað er vorið vanligt at siga, eftir at Petur Rouch gav hesi málisku hevd í eini gerandisligari útvarpssending leygarmorgnar. Gunnar var Føroya fremsti stílistikari í teksti, óansæð hvat formatið var. Tað kundi vera essay í bløðunum, umsetari av Harry Potter, kommunalur fundarskrivari, heiðurskrýndur rithøvundur, sum Fay Weldon lovprísað, tá Listastevna Føroya var, og sjálvur búgvi eg í húsum, hann hevur teknað og lagt í lendið. Og tá býlingurin fylti runt, varð yvirskriftin fyri minnisgreinar hjá búfólkum tikin úr einasta yrkingasavni hjá Gunnari. Tað var eins klárt tá, sum tað er nú. Umframt at vera býararkitektur, var hann skrivari í nevnd, sum um túsundáraskiftið defineraði kommunalan mentanarpolitikk, hann stuðlaði Filmsfelagið í einum og øllum, og hann fann uppá at hátíðarhalda fólkaræði í kommunalari funktión, tá hundrað ár vóru umliðin. Síðst okkara leiðir krossaðust var á Lágargarði. Púra klárur eina evarska løtu, tá hann hoyrdi børn, so varð drigið fyri aftur. Alt av náði, hugsaði eg tá í takksemi fyri tey fólk, tú møtir á lívsleiðini. Takk. Skálatrøð - ein lívgandi visjón Hetta er visjónin hjá arbeiðsbólkinum, sum í mong ár hevur arbeitt við Skálatrøð, har annanvegin bilar og hinvegin bátar fylla rúmið, í báðum førum deyðir lutir, steinetandi deyðir lutir, sum ikki skapa tað minsta lív í besta savningarstaði í øllum høvuðsstaðnum. Lív er tað, sum peikað verður á. Í 2016 sigur Eyðun Johannessen soleiðis um ætlanina at byggja tjóðleikhús undir nýkomna berginum, sum er oman móti parkeringsplássinum á Skálatrøð í Havn: - Á parkeringsøkinum framman fyri bergið á Skálatrøð skal Tjóðpallur Føroya byggjast. Ein bygningur til hugaheim okkara, hvørs aðaltanki er at bergtaka og hugtaka. Tí eiga vit at leggja okkum eftir, at hetta verður eitt stað, sum letur seg upp, og sum vit ikki kenna okkum fremmand í. Tað, eg síggi og hoyri fyri mær, tá hugtakið bergtikin verður nevnt, eru aldargamlar søgur, sagnir, kvæði og ævintýr úr okkara frásøgu- og hugaheimsmentan. Um forfedrar, ið búðu undir trongum lonum og ferðaðust úti í okkara náttúru, undir bjørgum og korkalittum royðufláum, á grønum vøllum, í djúpum dølum, eftir varðum og líðum. Har teir møttu teimum fornisku verunum, teimum yvirnatúrligu og heidnu, ið búðu í heyggjum og í hellum, gjáum, látrum og drangum úr basalti, súlugróti og royðu. Her var teirra huldi hulduheimur. Her búðu dvørgar, vættrar, risar og kellingar. Huldufólk, ið ”bergtóku” hin einsamalla vallaran, sum stundum hvarv og ongantíð sást aftur. Ella Mikladalsdreingin, ið sá kóparnar við sólsetur leggja hamin á helluna og dansa, til sólin aftur reis úr havi. Eisini unglingurin varð bergtikin, og við mannasnildum fjaldi hann hamin og vann sær Kópakonuna, sum hann var vorðin hugtikin av. Hann var BERGTIKIN eins og søgur, sagnir og kvæði heilt frá dreingjaárum HUGTÓKU meg, so eg varð bergtikin av einum heimi, sum eg kendi meg heima í. Ella í minsta lagi ikki var mær fremmandur. Í dag fevna hugtikin og bergtikin nærum um tað sama. Tú verður tikin av fótum og fluttur inn í ein annan heim. Ein sálarligan heim. Tín hugaheim á Skálatrøð - LEIKHÚSIÐ. Smá- og útróðrarbátabryggjan við vestara havnarøki fyri sunnan. Í norðurendanum berg við grønari grasfløtu. Sum ein hestaskógvur eystan-, vestan- og norðanfyri fevnir høvuðsstaðurin Tórshavn um allan Tjóðpallin. Mitt í Føroyum. Við 50.000 íbúgvum. Fyri sunnan Nólsoyggin og opið hav, Atlantshavið. Hav, strond, fløta, berg, hamari og líðin grøna. Eitt umhvørvi líkt tí, har tey fornisku á sinni ráddu. Á hesum staði skal byggjast ein Mentanar-Tidna! Skapt úr eldgosi, súlum, gjáum og bergi, royðugróti og grønum líðum. Har skal tidnan skapast. Hon hvørs endamál er at bergtaka okkum. Fevnd av aldargamla býnum, høvuðsstaði okkara, Havnini. Himin og hav. Hetta er umhvørvið, har Føroya fyrsta leikhús skal liggja. Kanska tað fyrsta av sínum slag í so lítlum etniskum umhvørvi yvirhøvur. Her skal Leikhúsið - Teatrið - standa, hvørs upphav á sinni varð bygt við fótin á Akropolis í Athen fyri uml. 3000 árum síðani - og liggur har enn tann dag í dag. Hvørs aðalmál, tá og til allar tíðir, er at minna og vísa okkum á, hvaðani vit komu, hvørji vit eru, og hvagar leiðin gongur. Í føroyskari mentan, úr hugaheiminum, sum er skaptur av gerandislívi okkara, liggur alt mannaskapt lív, fjalt í mýtum, kvæðum, dansi og sagnum. Tryggjað og fjalt undir heilt. Varðveitt í frásøgn, um tey fornisku, hvørs bústaður er í bø, hellu og fram við sjóvarstrond. Í vísind, list og mentan finna vit aftur sambandið og halda áfram. Nú hava vit í 2016 gjørt av, her á klettunum, at byggja okkara fyrsta teatur burturav. Her skal hugaheimur okkara húsast og eiga ”høgt til loft og vítt til veggja”, sum tikið verður til. Tú skalt kenna teg væl og vælkomnan. Við góðari samvitsku kenna teg frían í nakrar tímar av dagsins strevi og ampa. Hetta er ikki ein kirkja, ikki eitt samkomuhús til fólksligar fundir, veitslur, ei heldur andalig møti ella eitt konserthús. Eitt leikhús er til leiklist, ið rúmar øllum listagreinum, henni tørvar. Drama, dansi, sangi og tónleiki. Myndlist og skaldskapi. Men fyrst og fremst: ein mentanartidna ætlað teimum vitjandi: áskoðarunum og útinnandi sjónleikarunum! AT ENDA: EIN VISJÓN! Tá eg síggi Tjóðpallin á Skálatrøð - TIDNUNA - skal eg kenna meg drignan at nøkrum, ið ikki er snórabeint, loddrætt og fýrakantað, men ber dám av onkrum duldarfullum, skeivum og á skák, ið talar til mítt forvitni. Eins og eg á sinni á útferðum undir bjørgum varð vaggaður innanborða, leiddur millum drangar og flúrar inn í gjáir og helli við komandi og farandi ljósgeislingum úr sprungum og niður úr helluloftinum. BERGTIKIN! Eyðun Johannessen Higartil hava parkeingsviðurskifti á landi, ikki tey á sjógvi hjá fastbundnum smábáti, verið mesta umrøðuevnið hjá kjakarum í býnum. Sagt hevur verið, at nú rúka øll parkeringspláss, sum var hetta ein drive in biografur. Men tað er púra mótsætt. Fleiri útbyggingar- og framtíðarætlanir í býnum hava greitt ítøkilgar tankar um parkeringshús á jørð, undir jørð og yvir jørð, ikki bert her á Skálatrøð, men eisini á Burstanga við Eystaruvág. Her eru terknaði dømi á Skálatrøð, sum uttan at taka hjallarahæddina, ella 700 bila stóru tunnilsloysnina hjá Anniku Olsen við, fevna um ávikavist 220, 240 og 270 parkeringspláss bara á Skálatrøð. Eitt er parkeringsviðurskifti til tey, sum rættuliga anakronistiskt siga seg skula skapa okkum lív í deyða býnum, annað er staðsetingin, sum er mitt fyri og mitt í høvuðsstaðnum, sum í dag er meira livandi enn hann var fyri bara fáum árum síðan, og tá eingin, heldur ikki eg sjálvur, trúði uppá deyðu steintrappuna á Perlugrundini innast í Vágsbotni. Men úr henni er lív seyrað út og oman hesi heilt fáu árini, ikki minst takkað verðið tí víðkan av túninum, sum er millum veitingarstøðini á hesum øki. Á handilsligum grundarlagi hava tey við markisum og hita víðkað um og nýdefinerað metropolin Tórshavn við altjóða sitiplássum, sum ikki bara eru inni, men eisini úti, hóast eingi parkeringspláss fylgdu við. Umframt at latið varð upp fyri nýggjum upplivingarpallum í einum harðbalnum serveringsøki, sum eisini víðkar um ógvuliga avmarkaða summarið, varð knappliga gjørligt hjá gangandi at - ja, ganga. Skapt er eitt nýtt býarrúm fyri gangandi. Tað er ein av mest áhugaverdu tankum í kjalarvørrinum av einum tjóðleikhúsi í miðbýnum - at eitt nýtt býarrúm verður definerað fyri tey gangandi. Meistarlig ljósseting Undir heitinum Einki eitur klokka førdi hóskvøldsdokumentarurin í Kringvarpinum okkum út til Kirkju og Hattarvík í Fugloynni og inn í tilveruna hjá trimum fólkum, Mikkjal Peturi, Emmu og Amaliu. Tvey tey fyrstu havi eg sæð á filmi fyrr og minnst serliga útisiglaran, Mikkjal Petur, úr frálíka filminum hjá Teiti Árnasyni Dahl, Burturhugur , sum varð frumsýndur á Listastevnuni í 2001. Fyrsta føroyska listaátak, sum veruliga gjørdi mun, og skapti líkindi fyri listaligum upplivingum í landinum. Men aftur til hóskvøldið. Umframt túnini millum tøttu húsini, takpláturnar, skotini niðan og oman, vindeyguni úr ymsum tíðum og improviseraðu pláturnar upp við húsaveggjunum, so útsýnið varð sum inn í allar málningarnar hjá Steffan Danielsen upp á eingang, so hefti eg meg aftur og aftur við ljóssetingina hjá fotografinum, tá hann var inni í teim trimum húsunum. Handverk, sum ikki bara stuðlar upp undir eina hissini útferð, men gongur í eitt við væl tilrættisløgdu søguna, ið heldur ikki bara er ein snapshot reportasja av tí, sum kom fyri linsuna ein tilvildarligan dag á útoyggj, nei, eitt samantvunnið og avbalanserað verk, sum letur okkum anda lívið, lagið og luftina á útoyggj. Fýra frystiboksir í kjallaranum, tapet úr 1800’talinum, urtapottur og loftsmáling, ið eru hundrað ára gomul, og so tey bæði, sum í myrkrinum hyggja um ljós er, men aldri fara á gátt hjá hvørjum øðrum. Søgur úr okkara egna umhvørvi, sum millum vanliga prátið eru so væl eygleiddar, fangaðar og frambornar, at eg eri púra paff. Samlaða avrikið í filminum fær meg at hugsa um teir búskaparligu bjargingarpakkar, sum politikarar nú í tveimum umførum fara at seta í verk. Við hesum filmi sum hondgrípiligum dømi, er mín fyrsti tanki, at fáa tryggjað føroyskari filmsgerð eina munandi játtan til heimildarfilm á høgum støði, beint nú. Hvørki meir ella minni. Ein pakka at tryggja heimildarfilmi professionella liðugtgerð, týðing og marknaðarføring, so lidni filmurin kann verða ein útflutningsvøra til filmstevnur, sjónvarpsstøðir og stroymingartænastur fyrst og fremst á evropeiska meginlandinum, har áhugin er ovurhondsstórur. Meldar ein føroyskur filmur seg til, so er hann á skránni beinavegin. Treytað av at hann hevur so høgt støði sum hesin filmur. Takk, Dagmar og Jónfinn, og Brian og Jón, fyri eina totalt avslappandi løtu á bygd, helt nágreiniliga í ein tíma, hóast klokkan ikki varð brúkt og nettupp ongan týdning hevði hesa avmáldu lukkuløtu í okkara egna landi beint nú. Til lukku við avrikinum! Greta Svabo Bech á Propeller Recordings Fyri páskir skrivaði Greta Svabo Bech sáttmála við norska plátufelagið Propeller Recordings, har Highasakite, Katzenjammer og Dagny halda til. Dagny, sum er dóttir tónleikaparið, Marit Sandvik og Øystein Norvoll, skrivaði fyrrárið Never Really Over saman við Katy Perry. Í hesum sambandi kunnu vit nevna, at Greta Svabo Bech sang Raise Your Weapon saman við Deadmau5 í 2011, og skrivaði saman við øðrum My Love, sum heimsstjørnan Cher sang í 2013, sama ár sum Greta fór at arbeiða við egnum tilfari. Greta sigur, at spennandi samstarvið við Propeller Recordings byrjaði við melankolska og lágmælta sanginum, Breathe, sum er fyrsti av fleiri útgávum. Nú er annar sangurin í røðini, Dominoes, klárur til útgávu á norska forlagnum. Hetta er eitt meira up-tempo lag, sum hevði radio-premieru á norsku talgildu NRK rásini P13 í gjár, og kemur alment út í dag, fríggjadagin 16. apríl, sigur Greta. Við á innspælingini hevur Greta fleiri góð fólk, sum hon sjálv sigur, og nevnir serliga svenska metsøluframleiðaran og sangskrivaran Sebastian Furrer, ið hevur arbeitt saman við Avicii, Kygo, Axwell & Ingrosso og Wyclef Jean. - Dominoes snýr seg um ta stokkuta stundina, sum bæði er vøkur og veik og kortini dregur teg inn í sína gandakendu verð. Tilgongdin til sangin snarar um hetta hugskotið um vakurleikan og tað gandakenda í løtuni. Jú meira vit royndu at gera sangin “fulkomnan”, eftir at vit fyrst høvdu skrivað hann - jú meira leitaðu vit aftur til tað magiska í sanginum. Tann magiska kenslan er altavgerandi, tað er vakurleikin í tí ófulkomna og tí viðkvæma. Tað er menniskaligt at vera ófulkomin, sigur Greta Svabo Bech um sangin Dominoes, sum Propeller Recordings gevur út í dag. Beinta á Torkilsheyggi hevur fotograferað Gretu Svabo Bech. Hvat verður Skálatrøð brúkt til? Mynd: Hvannrók, Vagnur Michelsen Sum sæst á hesi mynd, verður Skálatrøð brúkt til parkeringspláss. Frá klokkan átta-níggju um morgunin til klokkan fýra-fimm út á seinrapartin standa tveyhundrað og fjøruti bilar parkeraðir her allar arbeiðsdagar. Frídagar eru teir burtur. Bilarnir hava eisini eigarar. Teir eru til arbeiðs á skrivstovum sum ikki eru ov langt burturi. Har sita bileigararnir, sum frammanundan upptaka eitt parkeringspláss hvør á besta parkettplássi í norðuratlantiska bláperluhøvuðsstaðnum, á síni fløtu reyv og upptaka tvífalt so nógv pláss, um teir ikki koyrdu til arbeiðis, men brúktu kollektivu skattafíggjaðu bussbýðarferðsluna. Slett einki pláss høvdu somu persónar brúkt, um teir sótu á kontórum og gingu millum húsini, sum eru í útryðjuni á býnum. Og heilt nógv, sum parkera, arbeiða eisini á miðbýarskrivstovum, har sama skrivstovuveldi eisini eigur skrivstovur í ýtryðjuni av býnum, men heldur spekulera í at leiga út. Hetta gera pengasterkastu fyritøkur í landinum samstundis sum tær alment reypa sær av at eiga milliardir á bók. Púra óskammaðar. Nú er ein onnur fyritøka, hon er hesumegin Reynið, farin at savna inn undirskriftir fyri at halda støðuni fastari, so parkett-besta-samfelags-plássið í norðuratlantiska bláperluhøvuðsstaðnum kann halda fram sum - parkeringspláss. Ja, halt tær fast. Bilparkeringspláss. Hjá skrivstovufólki, ið eisini leggur hald á fermetrar av søguligum húsum, sum fólk kundu búð í eftir somu tankum, sum úti á Reyni, har bæði kommuna og íbúgvar í fullum álvara hava eftirlýst bústaðarskyldu, so ljós sæst í vindeygunum eftir arbeiðstíð. Longur upp í eftir-arbeiðstíð-deyða býnum hevur kommunan longu keypt vakrastu og mest søguligu bestaborgarahúsini frá Anton Degn og niðan eftir føstu framlinjuni á Tinghúsvegnum, sum eingin torir at fara um. Framlinjuna. Endamálið er ikki at hýsa fólki í neyð ella tilfluttum smábarnafamiljum. Nei, tað er til skrivstovur í deyða býnum. Eg má savna mær megi at taka inn og skilja, hvat meint verður við, tá eigarin av flestu húsunum og leigumálunum út til tey tvey hundraðogfjøruti parkeringsplássini á Skálatrøð er farin at savna undirskriftir inn móti einum tjóðpalli. Men hvat - hetta er ein virðiskampur. Um bleyt og hørð leigumál, um bleyt og hørð í ferðsluni, um bleyt og hørð í handilslívinnu, um bleyt og hørð í mentanini, um bleyt og hørð í listini. Nei, eg sigi bara sum so, at eg vóni at niðasta hæddin í tjóðpallinum í Havn verður ein biografur. So kann alt hitt byggjast omaná. Hvar hann so verður, á einum parkeringsplássi ella í einum grótbroti, tjóðpallurin. Í meðan kann Tórshavn spegla sær í vágni. Av Skálatrøð. Minari - 100 virðislønir Mikudagin fimta mai fer Filmsfelagið at vísa biograffilmurin Minari, sum er um eitt koreanskt húski, ið flytir til USA í 1980’unum. Hjúnini, Jacob og Monica, sum eru farin úr Korea, vilja finna eydnuna í nýggja heiminum, har allur upprunin til hugtakið the American dream er at finna. Eftir at hava stríðst við høsnarungum í California í nøkur ár, flyta tey til Arkansas, har Jacob vil verða bóndi og fara undir egið landbrúk. Monica er ikki fegin um avgerðina. Henni dámar lítið, at tey aftur skulu byrja á berum, hesu ferð úr einum gomlum bussi. Men hon uggar seg við at mamman, Soonja, skjótt kemur úr Korea at hjálpa teimum og at vera um børnini. Men hjá tilflytarum og hesum niðursetufólkunum úr Korea er lívið á bygd í USA ein kørg og avbóðandi tilvera, sum tó eisini hevur gleðistundir. Minari, sum er koreanskt orð fyri sellarí, ið verður sett í amerikanska jørð, byggir á uppvøksturin hjá leikstjóranum, Lee Isaac Chung. Hann er ættaður úr Korea, men er føddur í Denver, Colorado í 1978. Í høvuðsleiklutinum sæst Steven Yeun, sum er kendur úr virðislønta filminum Burning og sjónvarpsrøðini The Walking Dead.  Minari hevur í løtuni vunnið ikki færri enn hundrað altjóða filmsvirðislønir og er í uppskoti at fáa aðrar 210 virðislønir, teirra millum 6 Oscarvirðislønir, ið eru tær, sum mest virði er í.  Tað er í kjalarvørrinum av amerikansku rørsluni Black Lives Matter, at fólk har í landinum nú eisini eru farin at savnast undir herrópinum Stop Asian Hate, tí fólk av asiatiskum uppruna eru fyri so stórum ágangi í USA.  Kinesiska Chloé Zhao er ein teirra.  Hon gjørdi amerikanska filmin Nomadland, sum higartil hevur fingið 216 altjóða virðislønir, og sum eisini er í uppskoti at fáa 6 Oscarvirðislønir. Filmsfelagið vísti Nomadland 7. apríl. Atgongumerkjasølan til Minari er byrjað á netinum og við skivuna í Havnar Bio. Alt sum dregur frá Danmark er gott Nú vit fingu staðfest, at danskarin Hammershaimb ikki legði lunnar undir føroyskt skriftmál, men at tað vóru aðrir ikkiføroyingar, ið gjørdu tað, er tað ein sæla at hoyra svenskt í almannavarpinum frá morgunstundini, hvussu ótýdligt tað enn kann kennast í løtuni. Við javnt og samt at vísa til danskar keldur í útlendskum almannatíðindum, og annars bara at hoyra um tað, sum danskt er, og uttan himpr og filtur at fáa danskt mál - onkur sigur, at mentan og makt eisini fylgja við máli - fram á hvønn mentapall og morgunsendingar í landinum, ja tá verður tað eitt vælsignilsi at hoyra bæði norska almannastjóran og svenskt í almannavarpinum í morgun. Meira av tí og minni av donskum. Ikki minst tí, at í næsta mánað fáa vit ein svenskan film við føroyskum støði inn á okkum. Vit eiga at gira okkum til annað enn danskt. Tað eigur fólkaskúlin eisini at gera. At sleppa sær av við danskt. Soleiðis er tað! Guðrið við nýggjum sangum í Gøtu Jón Tyril bjóðaði mær til konsert við Guðrið Hansdóttir undir heitinum HOYMAsligt í egnari stovu í gomlu húsunum hjá Schwartz innast í Gøtudali. Næsti granni omaneftir er bensinstøðin Magn, sum ikki er grønari enn at hon hevur reyða strípu. - Hetta er fimta konsertin síðan í februar sigur konan, Elsebeth Elnarsdóttir, sum er úr Leirvík, og hevur sett mat og drekka á borðið í køkinum. Umframt børnini, eru beiggi og systur hennara eisini millum tey møttu. Eivør hevur sungið nakrar ferðir, Lyon var her síðst og næstu konsertirnar vera við Høgna og Lenu, sigur Elsebeth. Jón, sum hevur peikað mær á eitt navnabretti, hann fekk úr Fuglafirði, bjóðar vælkomin í stovuna til konsert við Guðrið Hansdóttir úr Havn. Hon er fjøruti og pápin, hin legendariski gittarspælarin Hans Karl Hansen, lærdi hana at spæla gittar, tá hon var fjúrtan.  Kvøldið fyri hoyrdi eg hana syngja í Kata í sendingini Í luftini í Sjónvarpinum. Eitt heilt unikt úttrykk millum kraft og yndi, sum altíð fær meg at hugsa um Värttinä úr karelska partinum av Finnlandi og gamla bulgarska akapella kórið Le Mystère des voix bulgares.  Nú hon stendur her frammanfyri mær, einsamøll við gittara, í stovuni hjá Jón og Elsebeth undir fjallinum Tyrili, gongur upp fyri mær, hvussu mentalt avmarkandi koronastongsilin hevur verið, at forða okkum at koma í nýggjar stovur og møta fremmandum fólki í so langa tíð. Nú vóni eg bara at korona er av og fer at geva okkum frið og høvi at dyrka nýggjar upplivingar aftur. - Úttrykkið verður sterkari og sterkari, sum er eyðkennið fyri góð listafólk, sigur Jón um Guðrið, innan hon rívur meg úr tankunum og byrjar hoymasligu konsertina. - Eg eri í studio og fari at frumframføra nakrar sangir, sigur Guðrið og byrjar við Endaloysi av plátuni Painted Fire, sum kom í 2016, og tá ljóðaði meira sum Carpenters. Men her í stovuni fari eg beint eftir einum Joni Mitchell tangenti, har Guðrið er the wandering spirit niðan gjøgnum Gøtudal. Intenst, poetiskt innfølt og samanvovið í teksti og tónum sum ein nýggjur sangur í mínum oyrum. Av somu plátu, teirri higartil nýggjastu, kemur so sangurin Animal, ið er um egið ótolni, sigur Guðrið. Eftir sangin avdúkar hon, hvat hon í løtuni arbeiðir við. Tað er ein nýggj pláta við tekstum hjá Lív Mariu Jæger, ið er dóttir Róa, sum í 1986 vann Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, og sum Lív nú sjálv er í uppskoti at fáa. Her við Eiðisá innanst í Gøtudali letur Guðrið upp fyri nýggja gávupakkanum við tittulsanginum Á. Í næsta sangi fer Guðrið aftur til Texas, har hon var á sangskrivaraskeið hesa ársins tíð fyri tíggju árum síðan. Saman við Danny Malone skrivaði hin tá A fly in the window, sum vit hoyra. So kemur aftur ein nýggjur sangur, vøgguvísan Barn, úr samarbeiðinum við Lív. Skiftið til Texas er ein góð kopling millum Magnstøðina og stovuna hjá Jón og Elsebeth í Gøtudali. Nú greiðir Guðrið frá um eina bók, Songs of Love and Grief, sum talaði so greitt til hana úr amerikanska handilsglugganum, at hon mátti hava hana. Tað vóru enskar týðingar av yrkingum hjá týska Heinrich Heine. - Tað eri akkurát eg, og tað bleiv til plátuna Taking Ship við sjey yrkingum hjá Heine. Fyrsti sangurin leygarkvøldið er You have pearls. Næsta sangskiftið er til Stjørnur, hann við niðurlagnum "myrkur og einsemi er rúsandi", sum avdúkar framúr fingraspælið hjá Guðrið, rytmikk, tá hon skóleys trampar í gólvið og finger tapping slær á gittaran og skapar rúm og pausur í framførsluni, og so aftur slær á streingirnar og brúsar sum eitt heilt symfoniorkestur. So kemur mest spennandi avdúkingin úr nýggja tilfarinum, Guðrið arbeiðir við. - Fyri fyrstu ferð fari eg nú at syngja eitt coverlag, sigur hon og øll eru spent, hvat nú fer at koma. Tað er Lív, sum hevur umsett I Remember hjá Molly Drake, ið var mamma Nick Drake, ið eg havi dyrkað alt tað eg minnist, serliga sangin Time Has Told Me. Men aftur til Guðrið, sum nú syngur føroysku tíðingina av I Remember, sum nú ber heitið Appelsin, í afturhorvandi og romantisku ensku music hall traditiónini. Hugsi, at øll í stovuni vórðu blown away, fyri at halda okkum í tí enska. Ein klassikari, sum kundi havt verið á ljóðsporinum í The Great Gatsby.  Næsti sangur er eisini nýggjur, ja ein frumframførsla, sigur Guðrið, tí fyrru ferðina lurtað ongin, tí hugurin at drekka var fremri. Sangurin eitur Húsið, er um at missa ein, ið stendur tær nær.  Henda nýggja útgavan, Á, sum er samstarv millum Lív og Guðrið, kann ikki annað enn verða ársins útgáva, ja kanska í fleiri ár, tá hon kemur í heyst. Eftir stovukonsertina gleði eg meg. Mínir tankar verða brotnir av, tá Guðrið stemmar gittaran og kastar seg út í Loyndarmál, nú púra uttan tekno. Jamen, tað er framúr. Stripped down meðan eg hyggi út á kavan undir Tyrili. Hetta er gott og gevur meining, og var tað ikki fyri korona, so hevði eg ivaleyst aldri upplivað hetta. Ein væl uppløgd Guðrið takkar fyri seg við vársanginum Morgun í mars. - Takk fyri at sleppa at lána tykkara oyru við nýggjum sangum, sigur ein fegin Guðrið, sum hesa løtu við vælvaldum sangum hevur havt eina sjarmerandi nærveru og góða interaktión við áhoyrarnar í stovuni, eisini tá vit sluppu at murrisyngja við í seinna eykanummarinum, Sleeping with ghosts.  Fimm av myndunum omanfyri tók italski Alessio Mesiano, sum er úr Milano, men hevur búð her og fotograferað í mong ár. Hann er arkitektur, hevur funnið sær maka í Saksun, er nýbakaður pápi og fer nú at búgva á Argjum.  Ein framúr konsert heima hjá Jón og Elsebeth er komin at enda undir Tyrili í Gøtudali. Nú eru stundir at venda heim aftur til Havnar, sum í mesta lagi er fimmogtjúgu lagaligar minuttir burturi.  Føroyakortið komið heim Landkortøkið varð yvirtikið í gjár. Til lukku við tí, Sirið Stenberg og allir avvarandi stovnar og myndugleikar! Í 2014 góvu Nám og Føroya Dátusavn út nýtt Føroyakort, sum Rói Højgaard teknaði. Kortið fevndi eisini um havið, sum fekk litir eftir dýpi, og ikki var grátt eins og fyrr, og landið fekk litir eftir somu meginreglum, sum mest seldu skúlakort úti í heimi, heldur enn litleysar hæddarkurvar. Føroyakortið er síðan dagført, eitt nú við komandi undirsjóvartunlum inn í Eysturoynna og suður í Sandoynna. Vónandi fer eingin turistur at koyra til Sands í bræði. Men í hesum gleðiliga heildarhøpi vísir undirvísingarportalurin Snar á, at nýggjasta útgávan av Føroyakortinum kann takast niður á teirra heimasíðu. Tað var 10. desembur 2018 at løgtingið samtykti at yvirtaka kort- og landmátingarøkið, og í gjár, 1. apríl 2019, varð so landkortøkið yvirtikið. Hin 1. januar í 2020 verður sjókortøkið yvirtikið. Sama Føroyakort liggur eisini í háupploysn á Snar. Eitt dynamiskt Føroyakort hjá Umhvørvisstovuni liggur her. Til lukku við kortinum! Lena og Niclas uppi í Gásadali Í morgun hoyrdi eg Útvarpið spæla sangin hjá Jimmy Webb um The Highwayman, ein sangur, sum eg altíð hava fatað sum eina søgu um arbeiðaran, verkamannin, sum í fýra ørindum fer gjøgnum tíð og rúmd. Samstundis sum summi sløkkja fyri Útvarpinum, tá tey hoyra tílíkar sangir, ið tey kalla innihaldsleysan popp av smikursøta slagnum við einum drússi av country omaná, so spíli eg oyrini út, tí nú eri eg á ferð afturvið veingjaðu orðunum, á stórum vegum í enn størri landi, nærmast markleyst. Tú ert tónsettur verkamaður allra landa. Soleiðis er við resonansi. Sangurin gongur í eitt við løtuna og verður tín egni roadmovie. Longu meðan tú koyrir til Gásadals. Tí her er Lena. Ella rættari mín resonansur og fatan av Lenu Anderssen og hennara sangum, sum eru enskar tónsettar stuttsøgur slitsterkar gjøgnum mong ár. Ein intakt sangstjørna av singer songwriter slagnum, sum dámar væl orðið embrace og hevur eina natúrliga empati, sum bylgjar heitt móti tær við teim søgum, hon vevur teg inn í, meðan maðurin, Niclas Johannessen, spælir undir, so rúmið er strikað av, rúmið, sum byrjar og loftar tí, sum senan gav ein kant, sum nú er ásurin og markamótið, ið varpar hvørja søgu við fylgispæli út til okkara. Út um ósjónliga senukantin og í æviga ringrás. Slitsterkir og æviga grønir sangir. Haldi fyri vist at Jimmy Webb, sum legði botnin í morgun, var í Abbey Road. Tað vóru Lena og Niclas eisini. Og nýggjastu sangirnir og komandi plátan, snara um Geoff Emerick. Gunnar Hoydal, sum nú fór í annað ljós, knýtti tey saman í Skeyk.  Tað er Árni Winther Jákupsson, sum hevur boðið mær til fyrstu hóskvøldstónar á Gásadalsgarðinum. 45 fólk sleppa inn og tað er útselt. Næstu hóskvøldskonsertir vera við Hanus G. Johansen, Sámal Ravnsfjall og Hallur Joensen. Lena byrjar kvøldið við Home Sweet Home av plátuni Eagle in the Sky, sum kom í 2016. Hóast eg allan dag havi girað meg upp við sangum hjá Lenu, at seta hana í bás við Kacey Musgraves, Joni Mitchell, Buffy Saint Marie og Tift Merrit, so eydnast tað ikki, tí føroyska Lena er so púra egin og sangir hennara skriva seg vakurt inn í eina altjóða sangskrivarahevd, vakurt og í hvørjari framførslu ein definitión av, hvat skaldskapur á plátu, rocklyrikkur, er fyri nakað. Annar sangur er intenst sannførandi biltúrurin Drive um at finna seg sjálva í restlessness. Ein roadmovie undir neonljósunum. Kom við ein biltúr í nátt. So kemur hin nýggjari State of the Land, sum verður heitið á nýggju plátuni, sum varð seinasta avrik hjá Geoff Emerick, og kemur í september. Niclas kastar seg út í eina fenomenala gittarsolo, sum ljóðmaðurin, Alexander Gaard, stýrir við fermari hond inni í konverteraða sláturhúsinum hjá bóndanum, sum við seyðaskinni og ljóðplátum nú er mjúkt ljóðdoyvt konserthøli og annars er kaffistova við terassu og bestu útsikt. Ein sjáldsama væl komponerað uppliving. Triði sangur er True Love in a Way av plátuni Letters from Faroes í 2012, har kórsangurin teirra millum er masterclass. So kemur ein perlurøð av sangum, við gittarfylgispæli sum í løtum er flamenco, og inn í millum er við søgum um at ferðast í gomlum døgum og so nú, men altíð at hava ein stein í lummanum. Altíð. Hetta er framúr. So er steðgur uppi í Dalinum. Undan konsertini og í steðginum er høvið at seta seg á terrassuna, fáa ein bita við kjøti úr egnum haga, og njóta útsýnið við eini mjúkt reyðari Múlafoss bjór úr lokalum vatni og korni av teigunum beint uttanfyri. Kornið er turkað á heita gólvinum her inni, vit sita og hoyra Lenu og Niclas.  Og leygardagar er nón te, síggi eg á einum tølandi uppslagi, sum fær meg at fáa hug at vitja skjótt aftur.  Gásadalsgarður er enn sum áður mítt besta boð uppá eina gjøgnumført autentiska matstovu, sum eisini er upplivingarmiðdepil, har gistast kann í næsta húsi og fleiri smáttum við, sum nýliga eru bygdar her. Johan Fagraklett sigur, at foreldrini og tey trý systkinini standa fyri øllum, og nú er Árni komin at hjálpa til við konsertunum, sum verða hóskvøld. Konsertin byrjar aftur, og Lena skemtar við, hvussu depressiv hon er. Siterar mammuna, Mariu, fyri at siga, at stúran er sum ein ruggustólur, a rocking chair, sum er góður at rugga í, men hann førkar teg ongan veg.  So spæla tey bæði nýggja sangin Fatigue in the Bloodstream. Jú, eg stúri nógv, sigur Lena. Niclas tekur gittaran og aftur ljóðar ein fenomenalur farri av Hvíta Albumminum og Jenny Wren. Lena hugleiðir um, hvussu sálin man síggja út í røntgenljósi og spælir sangin til beiggjan, Oh Brother with the Broken Wing. Hetta er so persónligt og umfavnandi, at øll verða rørd. So kemur besta kvika snapp duett millum tey bæði í sanginum um stress, Somethings gotta give, av plátuni Let your Scars Dance frá 2006, og tað gongur upp fyri mær, hvussu leingi Lena hevur verið frammi við meistarligum sangum, sum kunnu leggja alla verðina fyri sær, so universellir eru teir í evni og tilgongd. So er sangurin til kvinnurnar, Oh My Lady, hátíðarliga framførdur og móttikin av áhoyrarunum, og so sigur Lena søguna um, tá hon sum næstan seytjan ára gomul kom úr Kanada til Føroya, og um perspektivið, sum ein fýra ára gomul donsk genta, sum býr á fjórða sali, gevur henni, og vit fá fuglaperspektivið úr Eagle in the Sky við glissando á stronginum hjá Lenu, perfekta timing við innløgdum pausum, og hugtakandi resititatión um ørnina í skýnum. Hugtikin av, hvussu Lena kann skifta sannførandi millum hesar báðar vokalu leiklutir.  Endasangur er Let Your Scars Dance, ið eru orð, sum komu til Lenu ein morgun hon vaknaði, uttan at hava hóming av, hvat tey merktu. Heldur ikki Google visti.  Øll okkara arr vilja taka ein swing om, sigur Lena, og byrjar sangin, sum í mínum oyrum spinnur og resonerar millum Find the Cost of Freedom hjá Crosby Stills Nash and Young og gomlu vísuna Greensleeves, við einum elektriskum gittarútgangi hjá Niclasi, ið er ein Jimi-Hendrix-Stevie-Ray-Vaughn-kiss-the-sky-parafrasa við fullari styrki, akkurát so sum rúmið kann bera undir kønu hond Alexander Gaards. Toppurin á eini framúr konsert á einum eksotiskum staði. Hvørki meir ella minni. Eykanumrini eru Tú og eg frá Chase. Lena gloppar hurðina og eitt tjaldur flýgur framvið. Og at enda hoyra vit nýggja sangin Aimee av plátuni State of the Land. Ógloymandi konsert og servering uppi í Dalinum. Koyrandi fram við flogvøllinum verður tú mintur á, at meir enn eitt heilt ár er liðið, síðan tú síðst vart á flogi og vitjaði onnur lond. Nú dagar summarið og heimligt útilív ytst í havsbrúnni.  Granska tína andaligu síðu! Hon er mest bangin fyri at verða útihýst og ikki tikin seriøst sum trúgvandi og sum listafólk. Bangin fyri at verða misskilt. - Men eg havi nógv góð fólk rundan um meg, sigur Dania Oddmarsdóttir Tausen, nú filmurin um hana verður frumsýndur leygardagin undir heitinum Skál - fyri at kenna seg gravskitna hvørja ferð sólin rísir. Í dag byrjar CPH:DOX. Millum teir 177 filmarnar á filmstevnuni er føroyski heimildarfilmurin Skál, sum Maria Guldbrandsø Tórgarð hevur gjørt um Daniu Oddmarsdóttir Tausen. Fyri jól, gav Dania á forlagnum Sprotanum út samnevnda savnið, Skál, við 15 yrkingum.  Dania, sum er 22 ára gomul, er uppvaksin á Toftum og lesur ritlist á Setrinum. Tey tvey árini, hon hevur arbeitt við yrkingasavninum Skál, hevur Maria filmað hana og tey fólk, sum standa henni nær. Føroyski filmurin Skál er í tveimum førum úrvaldur at verða við í kappingum at vinna virðislønir á CPH:DOX. Filmurin verður sýndur á filmstevnuni leygardagin. Tá fer Anna Poulsen at hava samrøður við Daniu, vinkonuna Marjun og Trygva, sum hon gongur saman við, og leikstjórarnar Mariu Tórgarð og Cecilie Debell. Dania, hvat sigur tú við tey, sum standa tær nær, nú tú fert til Danmarkar at vísa filmin? Ávarar tú tey um, hvat tey nú fara at síggja og hoyra í filminum Skál? - Tey allar nærmastu vita rættiliga væl, hvat tey kunnu vænta sær, at síggja. Omma, abbi og foreldrini hjá mær eru sjálvi við í filminum og hava týdningarmiklar leiklutir, so tey hava longu sæð filmin og góðtikið hann. Tað ger meg róligari. Tað eru sjálvandi ting í filminum, sum tey helst vildu ikki vóru við - men tey eru nøgd við sín egna part, og tað er tað viktigasta, tí tað vísur hvussu vit øll kunnu vera ymisk og ósamd, men samstundis góðtaka hvønn annan fyri tað, sum vit eru. Tað gevur eisini filminum eina serliga dýpd, tá ymisk sjónarhorn kunnu koma fram um somu evni. Men í heila tikið, havi eg ikki tosað so nógv um filmin. Hann skal upplivast. Hann er intensur. Flottur. Og so hopi eg bara, av øllum mínum hjarta, at hann elvir til kjak heldur enn split. Tað er í øllum førum tað, eg ynski at síggja. At trúgvandi reagera við umhugsni og at “ikki trúgvandi” kunnu síggja vakurleikan og dýbdina í at hava trúgv. Tað haldi eg at leikstjórarnir, Maria og Cecilie, hava gjørt eitt ordiliga gott arbeiði við at fáa fram, sigur Dania. Skilja útlendingar tað pláss, sum tú gevur átrúnaði í tínum gerandisdegi? - Eg gleði meg at síggja, hvør reaktiónin er í Danmark leygardagin. Mín uppliving er, inntil víðari, gjøgnum tær samrøðurnar eg havi havt við DR og Politiken, at danir eru lættir at tosa við um hetta. Tey eru eitt opnari samfelag og duga væl at taka upp til kjak heldur enn at tiga burtur, og tað haldi eg gott vit kunnu rósa teimum fyri. Tó er tað serliga skuggasíður av kristindóminum og politisk mál, sum tey ofta fiska eftir, og tað er ikki tað einasta, eg royni at seta ljós á. Tað er nemliga tað nuenseraða í tí svarta og hvíta, sum eg haldi vera áhugavert. Eg havi skilt, at Marjun Drós Tausen Poulsen hevur ein serligan og berandi leiklut í filminum. Kanst tú siga mær nakað um tann leiklutin? - Marjun er mín besta vinkona og tann, eg havi oyst út á tey seinastu árini, tá eg havi havt frustratiónir. Hon er sjálv á síni egnu andaligu ferð viðvíkjandi trúgv og er uppá aldur við meg, so vit hava nógv at tosa um. Hon torir væl at brúka kjaft og liva lívið sum ung, har eg kanska onkuntíð eri eitt sindur varnari og tað haldi eg kemur væl fram í filminum. Hon, Trygvi og mín familja eru tey eg sparri við - og ja, tey hava serligar og berandi leiklutir, tí tað er alt avgerandi fyri ein persón, sum setur spurningar til lívið og sína trúgv, at hann hevur onkran, sum lurtar uttan at døma.  Hevur tú havt nakrar konfrontatiónir við fólk í tíni samkomu ella tínum nærumhvørvi um filmin? Og annars um yrkingasavnið við sama heiti? Ella hevur tú bara møtt forstáilsi fyri tí, tú uttrykkir í yrkingasavninum? - Tað er sjálvandi verri hjá trúgvandi innan samkomuna, at svølgja alt sum eg eri komin við, við savninum og filminum og útvarpsrøðunum, tí tað er nógv at taka inn í einum, serliga um man ikki er vanur at hoyra slíkt sagt hart. Men eg havi verið ígjøgnum nakrar langar og góðar, gevandi men eisini tungar, samrøður við fleiri. Bæði fólk úr samkomuni, familjuni og aðrastaðni frá. Tað hevur verið ekstremt gott. Eg hevði ynskt, at eg havi meira orku at fara longri við tí, men tað hevur eisini bara verið nógv at gera beint nú. Til tíðir hevur tað verið ringt ikki at missa mótið - serliga tá eg verði møtt við friði, silence, og hoyri, hvat fólk ganga og siga um meg, uttan at nakað verður sagt beinleiðis við meg. Tað besta fólk kunnu gera fyri meg, er at taka tað upp við meg, um tey hava trupulleikar við tí, sum eg geri, og eisini um tey eru glað fyri tað. So hevði eg ikki følt meg líka einsamalla í hesi óbehagiligu støðuni, sum eg eri endað í. Men eg eri glað fyri rampuljósið onkursvegnað allíkavæl, tí eg síggi at her hendur okkurt, sigur Dania, sum her er í gamla lenistólinum hjá mammu Millum Gilja, meðan Trygvi situr høgrumegin við gittara og ein Leffe stendur millum tey. Hví valdi tú heitið “Skál”? - Eg valdi at savnið skuldi eita Skál, tí at tann síðsta yrkingin í bókini eitur so, og hon er tann yrkingin, sum vekur mest áhuga og tekur mest kontroversielt upp. Tað er eisini ein befríðandi tittul. Ein fagnaður til lívið. Ein skál kann rúma nógvum, og at skála er at hyggja hvønn annan í eyguni og savnast um okkurt. Og tað er vakurt og passar væl til, haldi eg. So kunnu summi halda at tað er ov fjasut, ella myrkt ella alkoholfokuserað, men tað er ikki soleiðis eg síggi tað. Og tað, at Maria og Cecilie vildu kalla filmin fyri Skál eisini, kann eg bara vera glað um, sigur Dania. Um tú fekk eina mikrofon, sum gekk til øll religiøs fólk í Føroyum, hvat hevði tú so sagt? Komið og tosið. Um Jesus, ja - og eisini um onnur ting. Um traditiónir, um Bíbliuna, um skomm, ótta, himmal og helviti, sunnudagsskúla, list, brúdleyp, alkohol, sex, abort, homoseksualitet, rasismu, feminismu. Komið og hyggið rundan um okkum fyri at finna útav hvat vit kunnu gera fyri heimin og øll tey fantastisku menniskjuni rundan um okkum. Komið og tosið - uttan at flenna eftir hvørjum øðrum. Uttan at verða skuffað. Uttan at rópa ella brúka CAPSLOCK. Uttan at peika fingrar. Uttan at avgera, hvør nú er meira ella minni trúgvandi. Komið og tosið uttan at missa trúnna. Vit eiga at kunna gera hetta. Um nakað, trúgvi eg, at tað kann gera okkum nógv meira innbjóðandi enn áður. Sterkari og vakrari, sigur Dania og lrggur afturat, at tað eru aðrar tíðir nú.  - Vit verða øll bombarderað við ymiskari informatión á netinum um øll hesi tingini. Og svarið er, í mínari verð, ikki at lukka oyrini - men heldur, at taka tað upp við opnum sinni inn í samkomuna, og práta um hvussu vit sum trúgvandi, kunnu fyrihalda okkum til allar hesar spurningarnar, sum uppstanda, av at vit liva í hesum internetsamfelagnum, har frí atgongd er til alla informatión um øll hesi evnini. Ikki siga við nakran, at tey bara skulu hugsa minni um “heimin” og lesa meira í Bíbliuni. Tað fer ikki at hjálpa. Ver ein persónur sum lurtar og tosar vinarliga. Ikki ignorera. Vit fara ikki at verða samd í øllum, men tað er OK. Vit eiga at kunna liva saman fyri tað, sigur Dania.  Hinvegin, um tú fekk eina mikrofon, sum gekk til øll tey, sum aldri hava verið á møti í eini meinigheit í teirra lívi, hvat hevði tú so sagt við tey? Hevði tú ávarað tey, um nakrantíð at fara inn har, ella hevði tú skunda undir, at tey nettupp fóru inn har av onkrari orsøk? - Eg vil viðmæla øllum at útforska sína andaliga síðu. Vit hava hana øll onkrastaðni innast inni. Tað er tað besta ein persónur kann ognað sær í lívinum, eftir mínari meining. Tað gevur lívinum eitt sovorðið innihald, eina dýpd og eina gleði, sum eg slett ikki kann lýsa. Tað, at føla Gud virka í sínum lívi, leiða seg í yvirnatúrligar støður, hyggja aftur og síggja hvussu hann allatíð hevur havt fingurin við í spælinum, hvussu hann letur eyguni upp fyri sannleikum, sum geva lívinum eitt endamál - tað vil eg heilt sikkurt viðmæla. Tað kann gerast uppá so nógvar mátar, og tað haldi eg, at vit í Føroyum ofta gloyma. Tað er meira enn at ganga í kirkju ella á møti. Men prøva tað av. Far í kirkju ella á møti, vita hvat hendur. Gang ein túr í nattúruni og tosa við Gud. Bið við einum vini. Les Bíbliuna. Lurta eftir talum á netinum. Brúka tíð í friði. Tað eru óendaleysir mátar.  Hvat ert tú mest bangin fyri, í sambandi við filmin “Skál”? Ella hvílir tú púra trygg í tær sjálvari, nú filmurin skal frumsýnast? - Eg eri mest bangin fyri at vera útihýst og ikki tikin seriøst sum trúgvandi og sum listafólk. Bangin fyri at verða misskilt. Men eg havi nógv góð fólk rundan um meg, so eg royni ikki at hugsa for nógv um tey, sum ikki dáma meg. Eg hvíli í at Gud fer at brúka hetta til tað, sum allatíð var ætlanin. Eg veit, at hann hevur verið við mær í gjøgnum alt og fer at brúka tað til okkurt. Akkurát hvussu, veit eg ikki. Men eg hopi bara í tað minsta, at filmurin kann opna upp fyri práti, forstáilsi og minka um fordømingina millum trúgvandi og ikki trúgvandi. 23 ára gamli leikstjórin, Maria Guldbrandsø Tórgarð, sum er úr Havn, fortelur, at í 2019 ringdi Trygvi Danielsen til hennara og spurdi, um hon vildi gera ein heimildarfilm. Maria hugsaði, at endiliga var høvið at vísa umheiminum okkara Føroyar. - Nú sleppa vit at gera upp við glansbílætið av Føroyum og vísa, hvussu tað í veruleikanum er at vera ung í heimsins minsta høvuðsstaði. - Í mínum hugaheimi er Skál ein ungdómslýsing, sum eg ongantíð havt kent. Tílíkar lýsingar hava ikki verið gjørdar og vístar á henda hátt í Føroyum fyrr, og eg eri errin av at hava verið við til at gera ein meira samansetta mynd av tí veruleika at vera ungur í Føroyum - bæði tá tað snýr seg um at vaksa upp í eini meinigheit - og samstundis at vísa ta bylgju av kreativum ungum, sum búgva og liva her. Tí eri eg takksom fyri at samarbeiðið við Cecilie Debell, 33, og framleiðslufelagið made in copenhagen og Kykmyndir. Tey hava skilt tey ungu og hava sæð, at her var ein týdningarmikil søga at siga - á ein autentiskan hátt, sigur ungi føroyski leikstjórin.  - Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur heimildarfilmur, sum lýsir hetta evni, verður vístur á stóra løriftinum. Tað eru so nógvar søgur, sum aldri eru sagdar, tí vit ikki hava havt møguleikan. Tað vilja vit nú gera nakað við. Eg vóni, at filmurin á ein fjøltáttaðan hátt kann geva innlit í eina heilt serstaka mentan. Ein filmur, sum ungir føroyingar kunnu kenna seg sjálvar aftur í - og samstundis kann vísa heiminum, at vit eru til. Eisini á henda hátt,” sigur Maria Guldbrandsø Tórgarð. Takk fyri prátið og hjartaliga til lukku við filminum og góða eydnu við sýningini leygardagin! Enn ein pólsk ferðabók um Føroyar Um vikuskiftið fekk eg sendandi eina stóra spildurnýggja pólska ferðabók frá Kingu Eysturland í Klaksvík, sum forlagið Tramp í Szczecin gevur út. Samstundis segði Sabina Poulsen úr Søldarfirði mær frá um enn eina nýggja pólska ferðabók um Føroyar, Wyspy Owcze, við undirheitinum z pierwszej ręki, tað er "frá fyrstu hond". Tað er hon, sum sæst omanfyri, Sabina við egnu pólsku bókini um the Archipelago, oyggjarnar Føroyar, sum ferðamál. Mynd: kozadomowa Á Facebook profilinum Wyspy Owcze FO skrivar Sabina: Witajcie z tej strony, Sabina Poulsen. Mieszkam na Wyspach Owczych 15 lat. Mam dwójkę wikingów. Google translate hjálpir mær at skilja: Hey tú, eg eri Sabina Poulsen. Eg havi búð í Føroyum í 15 ár. Eg eigi tveir víkingar. Sabina er úr lítla býnum Odolanów dygst við Wielkopolska í Póllandi. Nú býr hon í Søldarfirði, har hon rekur Fjordcottage, sum er leigubústaður til í mesta lagi 6 ferðandi. Sabina er útbúgvin námsfrøðingur á lærda háskúlanum í Poznań, hon gongur nógv í føroysku fjøllunum, og í juli 2018 var hon ein av ellivu, sum vóru uppi á Risanum, sum í eitt fimmáraskeið er útleigaður sum ferðamál. Og so dámar henni at gera føroyskan mat. Niðanfyri síggjast tær báðar, Kinga Eysturland, sum byr í Klaksvík, og Sabina Poulsen, sum býr í Søldarfirði. Tær samstarva og hava til høvið býtt um nýggju bøkurnar, sum eru ætlaðar ferðafólki úr Póllandi, ið hava valt Føroyar sum ferðamál. Og í 2019 hevur Maciej Brencz savnað bókina Farerskie kadry. Wyspy, gdzie owce mówią dobranoc. Heitið merkir Føroyar innrammaðar - Oyggjar, har seyðurin sigur góða nátt. Forlagið Wydawnictwu Poznańskiemu gav út. Høvundurin, Maciej, er eisini ein av teimum fimm, sum standa saman um nýggjastu pólsku ferðabókina, sum Sabina hevur í hondini á myndini omanfyri. Nú eru tilsamans fimm pólskar bøkur komnar út um Føroyar sum ferðamál. Uttan nakrantíð at hava møtst, hava Marcin Michalski og eg samskift um mangt og hvat úr Føroyum í nøkur ár. Hann hevur bloggin havnarblog og í 2011 gav hann á forlagnum Wydawnictwo Czarne út bókina 81:1. Opowieści z Wysp Owczych, har sjáldsama heitið sipar til úrslitið á hondbóltsdysti millum Føroyar og Albania. - Eg haldi tad er spennandi, tí tad er ikki kennt ferðamál. Alt, sum ikki er kent er spennandi, sigur Sabina, sum nú gongur í skúla í Vestmanna. Eg skal verða fyrsta pólska kvinna, ið hevur pappír sum ferðaleiðari í Føroyum, sigur hon sannførd. - Eg havi altíð sagt, sum svar uppá at velja Føroyar, at tað er tí, at fólk eru móð av at renna eftir arbeiði. Eftir pengum. Tað er sum maraton, bara at renna eftir pengum í Póllandi. Í staðin fyri at siga: Vit bíða eftir tær, vit, eg og nógv lomb í Vágum. Og so byrjar ein feria við ókeypis terapi. Terapi at vera nær við náttúruna, terapi at hugsa nógv um tað, sum vit hava, fjøll, vøtn og gongutúrar. Fólk, sum eru mega glað og hava hjálpt mær við øllum, sigur Sabina, og nevnir eina skakandi persónliga hending fyri seks árum síðan: - Mítt hús var brent og eg hevði mist alt. Fólk hjálptu mær við øllum. Tað er ikki normalt í øðrum londum. At koma til eina kvinnu við tveimum børnum og hjálpa við øllum, sum hon hevur brúk fyri. Sovorðnar søgur siga so nógv meir um okkara, ella tykkara, land, enn hvørt orð frá Google. Tað er fantastiskt, sigur Sabina, sum eisini er tolkur fyri póllendingar, ið hava samband við sjúkrahúsini ella Arbeiðsloysisskipanina. - Eg arbeiði fyri at póllendingar skulu hava tað gott her, sigur hon. - Nú fari eg at leita eftir sponsori til at skriva bókina á enskum, fyri at kunna selja ferðaupplivingar her í Føroyum. Tað kostar 60.000 kr at prenta 3.000 bøkur, sigur Sabina, sum ikki fer av vegnum fyri nakrari avbjóðing. Áhugin millum póllendingar fyri Føroyum tykist rættuliga stórur. Men tað gongur eisini hin vegin. Óla Jákup Rólantsson hevur síðan 2005 skipað fyri ferðum úr Føroyum til Pólands. Siglt verður við Norrønu til Danmarkar og so koyrt í føroyskum bussi til Szczecin. - Fleiri hundrað póllendingar hava arbeitt í Føroyum, Norrøna hevur havt pólska manning í ein mansaldur og so er tað skipasmiðjuarbeiði og fótbóltur. Vit hava havt samband í 16 ár, 25 læknalesandi eru í Stettin. Og so eru tað eldsálir sum Sabina, sigur Óla Jákup, sum frágreiðing um, hví bondini millum Pólland og Føroyar eru so sjáldsama lívsseig. Kuba Witek, sum hevur gjørt tveir filmar í Føroyum og nú ger hin triðja, sigur, at í fleiri ár hevur verið stórur áhugi í Póllandi fyri Norðurlondum, serliga Íslandi, har nógvir póllendingar búgva og arbeiða.   - Teir eru størsti etniski bólkur eftir íslendingar. Nógvar bøkur og ferðahandbøkur eru og hava verið á marknaðinum, eg skrivaði sjálvur eina um ta ferðina, eg súklaði runt Ísland. Og tað er mín varhugi, at “gjøgnum” Ísland fáa nógv fólk áhuga fyri Føroyum, sum fyri flestu ferðafólkum enn eru órørdar, ókendar og óspiltar. Soleiðis fann eg fram til oyggjasamfelagið, sum hugtekur meg meir og meir, hvørja ferð eg vitji har. Eg møtti einum heilum hópi av blíðum og áhugaverdum fólkum, havi fingið vinir, gingið í fjøllunum og gjørt nógvar samrøður. Eg haldi at ofta koma ferðafólk til oyggjarnar í fáar dagar, og hava tí sjálvdan stundir at fáa innlit í ella uppliva føroyska mentan og søgu, júst tí at tey velja náttúruna fyrst. Tí gjørdi eg tveir heimildarfilmar, Faroe Way, sum hevur verið vístur á fleiri stevnum og í fleiri biografum í Póllandi og á YouTube er hann vístur meir enn 100.000 ferðir, og so Together in Isolation, sum Kringvarpið eisini vísti við undirteksti. Í løtuni arbeiði eg við eini røð av filmum, sum verður liðug seinni í ár. Eg havi ikki upplivað so stóran opinleika og álit nakra aðra staðni. Eg eri sannførdur um, at eg fari at ferðast til Føroya til mín doyggjandi dag, sigur Kuba Witek úr Póllandi í dag, har hann hevur lúkað í garðinum hjá mammuni í Kielce við Kraków. Kuba hevur lisið tónleikaframleiðslu á lærda háskúlanum í Lancashire, og eg møtti honum fyrstu ferð fyri trimum árum síðan. Nú er hann liðugur við upptøkurnar til triðja pólska filmin um Føroyar og føroyingar. Fyrr hevur hann gjørt film um pólendingar, sum búgva í Íslandi og ger eisini film í Grønlandi. Í triðja filminum úr Føroyum, leitar hann eftir fyrstu póllendingum, sum hava búsett seg her, og er komin til navnið Dybczak í Havn, sum við giftu kom til Føroya eftir kríggið. Í filminum spyr Kuba eisini henda bloggara um ferðavinnu nú og um 100 ár, og hvussu tá man verða statt við fullveldi. Upptøkan er gjørd við áttamannafarið á Fornminnasavninum í Hoyvík.  Eitt Estetiskt ráð, takk! Vit hava eitt Etiskt ráð at taka almenna støðu til etiskar spurningar. Tað er frálíkt og sjálvsagt í einum framkomnum samfelag, tá kjakast verður úti í privatu stovunum um etiskt virði hjá privatum fólki. Men tá vit fara út og møta øðrum á heimrustini, eisini kallað almenna rúmið, so verður tað greiðari og greiðari, at vit ikki bara eiga, men mugu og skulu hava eitt estetiskt ráð. Eina ovastu sovjett um tú vilt, tí har standmyndir verða settar, har raka vit við tær og skulu fyrihalda okkum til tær. Tað slepst ikki uttanum, tí tær standa har og eru ikki ein floygdur etiskur tanki millum veggja eitt evarska sekund. Ikki minst tær standmyndir, ið eru bílagdar, tí tær sigast ella í minsta lagi ætla at umboða ein veruligan heiðurspersón, sum onkur ætlar at brúka til ávist endamál og sum søgubøkurnar fara at fevna og taka til sín, so komandi ættarlið kunnu læra, hvør gestaltaði persónurin bæði var og er, nú hann stendur í túninum framman fyri tær, keyptur í trívídd. Tað er ein alvorlig søk at skriva seg inn í søguna og blíva partur av almenninginum beint á heimrustini. Ikki eitt orð um stroppaundirtroyggjur, kovboybuksur og tungt hangandi leysapartar hjá hesum báðum machomonnum, sum eru so meinlíkir, at teir kanska eru í familju. Í hvussu er estetiskt. Jú, eg haldi at tíðin er komin til at vit menn, sum ikki ganga í stroppaundirtroyggju og ikki eru so væl útgjørdir fyri framman, krevja eitt estetiskt ráð at galda fyri allar Føroyar. Einki minni. So grundleggjandi er menniskjansliga lívfrøðin Tá bókaklubbar vóru í hásæti, var henda bókin hin mest spennandi. Har greiddi Desmond Morris frá um menninskjansliga atferð tá tey møtast, heilsast, krámast og parast. Akkurát sum dýrini. Og tað var ikki so løgi, tí bretski Morris er zoologur, sum bleiv kendur í 1967 við bókini The Naked Ape , har hann viðgerð, hvussu menninskjansliga lívfrøðin skapar okkara mentan, har fyrsta stig er lógvatakið. Nøkur ár herfyri var almenn móttøka í býnum, tí fyritøkan hevði fingið nýggjan stjóra. Eg eri boðin við og støkki inn á gólvið. Stjórin fær eygnasamband, rættir armarnar út og ger eitt innbjóðandi chassé stig. Eg lati meg fella inn í føvningin, leveri eitt varisligt klemm, og signaleri við høgru hond á herðablaðið, at nú er liðugt. Vit traðka hvør til sítt og næsti í røðini ynskir til lukku við nýggja starvinum. Henda nýkomna interpersonella klemmimentan hevur altíð tykist mær ikki bara høsnut, sum í kólandi djóragarðinum, men eisini menniskjansliga óunnilig. Sum frá leið uppdagaði eg, at klemmimentanin var nakað heilt annað. Ein stilltigand atferð at solda dumbu frá bosi og ítøkiliga at definera, hvør var inni og hvør var úti. Markamótið var klemmingin og hvussu hon hepnaðist hjá pørtunum at brúka. So grundleggjandi er menniskjansliga lívfrøðin. Nú hevur koronasmittan skrivað hana út úr okkara atferð og mentanarsøgu. Uppá null komma niks. Einki lógvatak, einki krám. Út við allari grundleggjandi menniskjansligari lívfrøði, soleiðis sum vit higartil hava kent hana. Blaðstjórin á Weekendavísini, Martin Krasnik, skrivar serstakliga vælupplagdur í mentaískoytinum hesa vikuna um júst lógvatakið í eini koronatíð. Heimasíðan hjá Vinnuhúsinum hevur nógvar frálíkar greinar undir yvirskriftini Støðan í Vinnuni . Ikki stendur, hvør skrivar fyri Vinnuhúsið, men endamálið er at lýsa, hvussu limir teirra klára seg í koronukreppuni. Stjórin í Nudlavirkinum, Niels Uni Dam, er ein teirra. Hann sigur í greinini, at “arbeiðið kann sum so væl gerast heimanífrá, men tað er torført at halda fólk motiverað, tá tey sita heima. Kreativt arbeiði er trupult, tá mann ikki situr saman. Tað gekk bert ein løta, so varð eitt nýtt forrætningsøki ment yvir ein kaffimunn, tá starvsfólkini hittust aftur. So tað hevur stóran týdning í hesari bransjuni at kunna sita saman og menna hugskot.” So grundleggjandi er menniskjansliga lívfrøðin. Í meðan møtast vit og eru saman í tryggari fjarstøðu. Til hin grundfesta menniskjansliga lívfrøðin brestur og blakar alt mátahald yvir borð. Gudviti, um tey longu vita tað, tey ráðandi. (Illustrerandi myndin úr Norðlýsinum er tilvildarlig) Besta snið á einum coupé Coupé er eftir orðabókini ein bilur við tveimum hurðum; coupé kann eisini vera ein hálvklivi í endanum á jarnbreytarvogni. Sum vanligt er á flaggdegnum savnast ellisakførini niðast í Tórsgøtu og oman móti Vágsbotni. Varnaðist heilt har niðri, sum Nólsoyar Páll plagar at standa, hin myrkareyða tólvsylindraða BMW 8 bilin hjá Birgi Johannessen. Helst er hetta vakrasta coupé sving á nøkrum bili eg veit um. Og helst einasti tólvsylindraði bilur í landinum. Hevði eg havt mítt ordiliga kamera við, so hevði myndin verið betur. Men telefonin er altíð í reyvalummanum og kann eisini taka myndir av coupésneiddum bilum ein flaggdag í Havn. Hóast ellisakfør, so er linjuføringin tíðarleys. Burgari er ein fínur miðmáli - Eitt ár uttan løn og helst verður juli fyrsti normali mánaður, tað bendir kalendarin á, sigur Ruben Busk í Street Food vogninum, sum í dag er uttanfyri Á handilin á Heykavegi á Hálsi, dygst við arbeiðsplássið.  Tí hava vit fimm, Sólvá, Sigrid, Trygvi, Enna og eg, gjørt av at trivnaðartiltakið hesuferð skal verða ein burgari í hondina á middegi. Ein burgari, sum eisini er til ummælis. - Heimabakaður bolli, sum er serstakliga góður. Fastur og kompaktur, men eisini krispy og smakkar væl, hevur góðan konsistens, er stórur, men brotnar ikki, er gjørdur úr góðum mjøli. Tað eru vit øll samd um, og at ræsti smakkurin er mildur. - Dressingurin er sindur súrligur og í góðari javnvág við ræsta smakkin. Mongdin er generøs, men hvørki vulgér ella til yvirmáls, men akkurát til pass. Grønmetið er gott og væl skorið, og er tí broyskið at bíta í. Marineraði reyðleykurin gevur endaliga góða smakkupplivilsið, eisini í liti, eru vit samd um. Sólvá royndi nýggja burgaran, ið varð seldur undir heitinum skræddur grísur, tað er pulled pork.  - Hann var góður, men í so stórur fyri meg. Har var nógv kjøt í og hann smakkaði ógvuliga væl, smakkaði av grill og grillaðum kjøti. Grønmetið hóskaði væl til burgaran, sum er ein fínur miðmáli. Men eg haldi at álað svínakjøt ljóðar betur enn skræddur grísur, sigur Sólvá. - Vælsmakkandi, men kundi havt minni kjøt, sigur Sigrid.  - Tað haldi eg ikki sigur Trygvi. Tú fært nógv meira fyri pengarnar og hartil kvalitet, sigur Trygvi, sum royndi feska lambaburgaran. - Salatið og dressingin eru góð og frísklig og passa væl saman. Hatta fari eg at royna aftur. Hetta er passalig stødd til ein verð, sigur Trygvi. - Tað er frískligt og gott at standa úti og fáa akkurát tað í hondina, sum partarnir eru greiðir yvir at tú vilt hava, uttan at fylla út, svarað og verða spurdur um alt møguligt roks, støddir og eyka tilhoyr. Hetta er ein góður miðmáli saman við starvsfeløgunum av og á á arbeiðsplássinum, semjast vit øll um. Hevði hesin sloppið at spælt í Betri Deildini?   Myndin er av ivaleyst kendasta fótbóltsspælara, David Beckham, sum í dag er 45 ára gamal. So kendur, at filmar og sangleikir vórðu gjørdir, har hann gekk inn í fiktiva realheitið sum eitt sementerað hugtak, enntá í einum indiskum kvinnuhøpi í Afturhaldsbretlandi. Síðan giftist hann við eini poppstjørnu og flutti til USA, har alt ber til, bara tú hevur ráðini og ikki stjelur ein bil og ert svartur, sum Judas í aktuella filminum Judas and the Black Messiah. Hann er verdur at síggja, sum neyvan nakar annar biograffilmur í hesum døgum. Um ikki annað fyri at knýta nevan annara vegna og hinvegin banna stillisliga innantanna. Kanska vinnurin hann fleiri enn ein Oscar. So verður riot í gøtunum. Men til ber eisini - nú Kristiansa føroyska fótbóltsvinna við nógvum kristiligum íløgufelgum sjálvi gera vart við seg um málið - at seta hornafløgg, sum eru í ælabogalitum.  Tað gjørdi eitt Miðdanskt fótboltsfelag á MCH Arena í Herning. Hervið er hugskotið borið víðari undan sunnudegnum. Og nú vit hava flaggdag sunnudagin og ein sjálvbestaltaður afturhaldshópur, all the usual suspects, eru farin upp at gartera og forbjóða symbolum og strikum og litum í fótbólti, so er at standa við útmeldingina sunnudagin.  Einki symbol í fótbólti.  Fótbóltur er bara rørsla og ein sunn sál í einum isoleraðum eginpersónslikami, sum er mált vigað og funnið sunt.  Fótbóltur er slettis ikki makt, pengar, korroptión og sjónliggering hjá politikarum, ið syngja fyri og handa steyp.  Fótbóltur er slettis ikki symbol.  Í hvussu er ikki symbol, sum ganga okkum ímóti.  Not in our backyard. Not at all. Krossin í nakkan á Beckham. Út við honum. Krossinum eisini. Gérard Bertrand er fyrsti vínvinurin Eydna í Soylu, Rannvá Dahl Hanusson og Bjørk Sjóðklett borðreiða í Fútastovu, har tey lýsa við Winemaker’s Dinner. 24 ár gamla Bjørk, sum er longst til høgru við diskin, er matstovuleiðari í søguligu stovuni. Hon er útbúgvin tænari, hevur verið á Restaurant Frederiks Have og D’Angleterre í Danmark, í Kosta Rika eina tíð og er so útlærd her, sigur John Mikkelsen, sum er vertur og leiðari í matstovunum Heima í Havn. Tað er fríggjakvøld og John hevur bjóðað til Winemaker’s Dinner, har vínið er frá Gérard Bertrand í landslutinum Languedoc-Roussillon sunnast í Fraklandi. Fútastova er fullsett. Tónleikarin og fotografurin Edvard Nyholm Debess, sum ofta ferðast í Suðurfraklandi, er millum gestirnar at royna biodynamiska vínið, og hvussu tað kann parast eftir matskránni hjá føroyska kokkinum. Men fyrst ein slank til bøkur og søgu. Fyrstnevndi vínvínur í sjáldsamu bókini Søga, vín og vinir (Áaarstova 2015) eru júst tey hjá Gerardi, ikki í Skopun, men í Suðurfraklandi, Gérard Bertrand. Endamálið at skapa vínvinir er at knýta persónlig sambond millum føroyskar matstovur og bestu vínbøndur til givna høvið. Her er tað at Gérard Bertrand fyrstu ferð kemur inn í myndina, sum greitt frá í hesum bloggi frá bókaframløguni í Áarstovu 30. mai í 2015 har yvirskriftin var Hotelmentan bókførd . Lambert Manden, sum er úr Rotterdam, men starvast hjá Gérard Bertrand, hevur um Rúsdrekkasølu Landsins flutt inn níggju ymisk vín frá vínslottinum í Suðurfraklandi, sum í dag fevnir um fimtan vínbóndagarðar í økinum. Niðurlendski Lambert Manden er norðurevropeiskt umboð og er her saman við konuni Laurèl Manden. Tey giftust í fjør, hon er uppá vegin, og í 340 ára gomlu Fútastovu eru tey hugtikin av niðurlendsku kaklunum á vegginum, og at hoyra um frísarnar í Akrabyrgi og Westerbeek og hini skipini, sum strandaðu her í 1600 og 1700talinum. Christina Aarø, ið situr við borðið, og er danska umboðið fyri vínslottið Gérard Bertrand, tók myndina av Lambert og Laurèl við ovnin og kaklarnar. Christina, ið starvast hjá H.J. Hansen vine, er gift við Michelin-matstovueigaranum Christian Aarø, sum eigur AOC í Dronningens Tværgade, og hevur tvær Michelin stjørnur, matstovuna no 2 og nýggjasta er TRIO í rundu nýbygdu Axel Towers yvir av Tivoli mitt í Keypmannahavn. Upprunaliga er hann tænari. Teitur Christensen, ið er av Tvøroyri, og fyrr hevur verið høvuðskokkur í grannahúsinum Áarstovu, er kokkur í Fútastovu. Hann hevur fyrr verið souschefur hjá donsku Cofoco og starvast hjá Nose2tail í Keypmannahavn. Til henda Winetaster’s Dinner ella vínbóndakvøld hevur Teitur sett saman eina sjeyrættaða matskrá, sum byrjar lætt við lítlum rundum flatbreyði við jákupsskeljatatari og kaviari á. Við borðið eru franska Pascale Nemery og dóttirin Esther, sum skal vera í Skeiva Pakkhúsi, tá tað letur upp sum italsk matstova. Mamman, Pascale, hevur skrivstovu í Rungsted og varð fyrstu ferð boðsend til Føroya í 2004, tá Føroya Tele bygdi nýggjan høvuðsbygning í Hoyvík. Montana og Idémøblar gingu tá saman um eina púra annarleiðis innrætting í einum opnum skrivstovuumhvørvi. Síðan hevur hon verið hugtikin av Føroyum og átikið sær nógvar og ymsar arbeiðsuppgávur. Nevnast kunnu KOKS, Etika, No.12, Hotel Tórshavn, Ebenezer, Kongshøll og Silo í nýggju hølunum hjá Tórshavnar kommunu, har Fróðskaparsetrið húsast á Vestaru Bryggju. Fyrsta franska vínið verður skonkt úr frekt reyðari James Bond átøkari fløsku við alfa og omega tekni á halsinum, sum stuðlar upp undir navnið Brut Éternel. Men lat teg ikki lumpa. Hetta er ikki náttklubbarosé men brúsandi vín, sum er perlandi svalligt, ein blanc de blancs úr hvítu, ella rættari grønu, drúvunum Chardonnay, Chenin og Mauzac. Niðanfyri sæst upphavsmaðurin, Gérard Bertrand, sum er avmyndaður í Miami í Florida, har Dining Out hevur prátað við hann og tikið myndina. Gérard er føddur í Narbonne í 1965 og varð professionellur rugbyspælari í 17 ár, til hann í 1992 tók vínbóndagarðin hjá pápanum, Domaine de Villemajou, á seg og gjørdist vínbóndi burturav. Í 2015 kundi Gérard Bertrand eisini kalla seg rithøvund, tá hann á forlagnum La Martinère gav út bókina Le Vin à la belle étoile , við enska heitinum Wine. Moon and stars . Í amerikansku samrøðuni avdúkar Gérard, at eysturríkski Rudolf Steiner (1861-1925) er ein av hansara fyrimyndum. Annar rættur frá Teiti í køkinum er súpanartallerkur við hvítum bønum, tomatum og basilikum. Afturvið er sitrus- og limekent hvítvín úr sauvignon drúvuni. Triði rættur frá Teiti er brandada, sum vit eisini kunnu kalla bacalao. Kent og heimligt, hóast kveikt av iberisku hálvoynni. Afturvið er 2015 Sauvageonne Grand Vin Blanc, sum er munin breiðari enn undanfarna vín, tí nú eru kompleksir smakkir av eik, vanilju og ein farri av smøri upp móti sitruskenda bakstøðinum. Fjórði rættur, fiskasúpan við havtasku, øðu og várleyki, verður paraður við hvítvíni, sum hevur navn eftir vínbóndagarðinum Cigalus, sum er so eyðkent millum allar navnaseðlarnar, at tú varnast tað. Kendi danski vínhandilin, H.J.Hansen, sum umvegis Rúsuna, selur til fremstu føroysku matstovurnar við einari eksklusivitetsavtalu, sigur soleiðis um smakkin á 2017 Cigalus Blanc, sum er sett saman av drúvunum chardonnay (75%), viognier (20%) og sauvignon blanc (5%). Fimti rættur úr køkinum hjá Teiti er hin mest hugtakandi. Tað er fyrst aligot, eplamorl og ostur, sum er siðbundin rættur úr Massif Central, merkt sum Miðfjøll á Suðurfranska landakortinum, egg og trøflusoppur. Nú koma tvey reyðvín á borðið, ein elegant einkul piont noir, 2017 Reserve Speciale, og ein munin rammligari 2017 Domaine Villemajou Rouge, ið hevur gamaldags gulletikett og navn eftir fyrsta vínbóndagarði, sum rugby spælarin Gérard Bertrand, tók á seg at reka eftir pápan í 1992, Villemanjou. Sætti rættur frá Teiti er lambskjøt við linsum. Aftur er høvið at smakka tvey vín frá Gérard Bertrand, 2013 Sauvageonne Grand Vin Rouge og 2016 Le Viala. Fyrra vínið hevur ein varisligan anga av ingifer og leiðir okkum inn í myrkastu vínber, við djúpari kryddstyrki, sum er væl vigað úr djúpu suðurfronsku skógini. Seinna vínið, afturvið fyllandi lambsrættinum undir grønu urtunum, gevur okkum longu á navnaseðilinum greiðar ábendingar um eksklusivitet, tí alt er skrivað við kalligrafiskari skrift, eisini nummarið á suðurfronsku vínfløskuni, tú hevur í hondini heima í Fútastovu. Ein heildaruppliving meðan fólk ganga tær til handa, Lambert Manden greiðir frá og megnar at tvinna saman nógvar tankar um vínmarkir, náttúruvernd, staðbundin eyðkenni, terroir, og so føroyska matgerð hjá Teiti. Í hesum víni, sum avgjørt er í betra endanum, hómi eg angan av bromberi og sólberi, men eisini hindberi og blómum, við einum mettaðum smakki, sum liggur væl og leingi á. Sjeyndi, og eftir matskránni seinasti rættur innan avsluttandi kaffi og romm frá John, er við sitrón, safran og jarnurt, sum Teitur hevur lagt í marengs. Afturvið er sunnudagsliga søtt men framúr væl kryddað 2017 Muscat de Rivesaltes, við anga av rosinu, appelsin og sukurlagdari frukt við ógvuliga langum eftirsmakki. Ótruliga gott at enda ikki bara máltíðina, men eisini ferðina úr gomlu Havnini til Suðurfraklands og modernaðar sipingar til tíðarleysa smakkstovuvinnu. Tí tað er tað hon er, ektaða matstovuvinnan í øllum heiminum, ein staðbundin smakk- og tænastuvinna, ið letur upp fyri stórum upplivingum beint undir gómanum. So eru stundir at siga manga takk fyri eitt frálíkt Winemaker's kvøld úr Suðurfraklandi, Lambert úr Niðurlondum fyri livandi kunningina, matin frá Teiti av Tvøroyri, framúr vertskapin hjá John og frálíku tænastuna, sum tær tríggjar Eydna, Rannvá og Bjørk tryggjaðu øllum gestunum í Fútastovu. Manga takk! Netið blívur betri, sjúkari samfelagið er The Industrial Worker: Kapitalistiska pyramidan (uppslag 1911) Í hesum koronatíðum uppliva vit úr sofuni og við fjarstýringini í hondini fleiri og fleiri funkur, sum vit ikki vistu av vóru til. Vit kunnu byrja við at staðfesta, at til ber hjá allar flestu at arbeiða heima, uttan at nakað liggur á láni, kanska tvørturímóti. Vit finna uppá alternativar samansetingar at bjóða viðskiftafólki nýggjar tænastur og møguleikar, koyra vøru út til tey, ið biðja um tað, og ikki at roksa ov nógv, tá felags starvsfundir eru á netinum, bara tað ikki er á Zoom ella Skype, men á Teams. Til ber eisini at byrja dagin við at syngja morgunsang í felag, hvør sær, at lesa floygdu prædikuna hjá bispi á VP, fáa innlit í sunnudagsskúlavirksemi í Hebron, og um kvøldið at tendra fyri einum bryggjaríi, sum hevur kollektiva ølsmakking við einum undirhaldandi fólkatigslimi. Heimabundna kreppan hevur skapt úttrykk, sum helst altíð hava verið har, men sum flestu okkara aldri hava varnast, í hvussu er ikki inni í okkara stovu, tí einki samskifti hevur verið millum tílíkar geirar og garðar. Stættarsamfelagið, mítt yndisorð at hata, stættarsamfelagið, hevur forðað fyri tí, men bara í gerandisdegnum. Nú er gerandisdagurin settur á pausu, og vit upplíva mest sum alt umvegis netið. Í løtuni, og so leingi sofan er brúkilig, eri eg størri fjeppari av netinum enn av gerandisdegnum, eisini tá eg leiti aftur til Dan Turéll og Halfdan E um júst gerandisdagin. Amerikanski forsetin sigur, at USA vil ikki longur gjalda til Heimsheilsustovninum, og í stundini eru øll heimsins poppnøvn, sum hvør úr sínum horni syngja og savna eina rúgvu av peningi til sama stovn, sum tilafturskomna USA ikki vil stuðla. Stroymt á netinum. Í heimbýnum eru bókaframløgur, tú ikki kundi verið fyriuttan, og filmsúrvalið hevur aldri verið størri og meira málrættað til meg sum brúkara, hóast eg eri ein av teim kræsnu. Her ber til at síggja alt, eru stundir til tess, eisini heimildarfilmin um Thomas Pikkety Capital in the Twenty-First Century , sum ikki bara er góður í allari almindeligheit, men eisini neyðugur, ert tú upptikin av stættarsamfelagnum. Og so sleppur tú undan at lesa hasa alt ov tjúkku bókina, sum bara er skrivað til tey tolnu og serstakliga klóku. Eg velji filmin, fólksins miðil. Tað er heilt greitt, at íkomna heimsheilsukreppa fer at seta djúp spor millum vælferð og ta øvuta. Og tá eg skal leita í orðabókini hjá Sprotanum á netinum, finni eg ikki tað mótsætta av vælferð og vælferðarsamfelag. Kanska er tað bara gott, tí helst eru vit í betra endanum av vælferðini, men úti í heimi er summstaðni so illa stætt, at ikki eingang sjúkrakassi ella nakað, ið nær námindi líkist, er til staðar fyri veikasta borgaran. Til dømis í USA, sum í glitrandi filmstaðnum Los Angeles hevur nærum eins nógv heimleys og vit øll, ið byggja Føroyar. Tað lærdi Simon Reeve meg eina løtu á netinum. Og í Italia sæst á topplistum, at ein poppstjørna hevur ognað sjúkrahúsinum í Bergamo allar pengar fyri eina landaplágu. Hvørt klikk, sum tú gert, ger mun. Hóast lítið ítøkilig, benda heimsmálini hjá ST á, at flúgving er størsta einstaka orsøk til Co2 útlát. Tí máttu vit halda uppat at flúgva til onga nyttu. Serliga verkamaðurin, sum síðan Spies fyri hálvari øld síðan fór at flúgva fyri lítið og lætt til Mallorka, og tí hevði glett seg til hesa árligu grísafest, meðan tey betri stillaðu kundu flúgva til Davos til teirra fyribyrgandi veðurlagsráðstevnur í egnum flogfari meðan nýpussaði luksusbilurin og hotellið bíðaði, væluppreitt av eysturevropeiskum arbeiðsgentum. Meðan hin fyrra søgan er uttan andlit, er hin seinna so týdningarmikil, at hon kemur beint í hvønn miðil. Soleiðis verður søgan skrivað í øllum bókum, segði Bertholt Brech í spyrjandi yrkingini frá arbeiðsmanninum í 1930'unum. Men tað var ein alt ov long og fløkt søga at siga og sannføra skúlanæmingin um. Narrativið passaði ikki í nakra bók, sum betra borgarskapið hevur bygt upp, alt síðan skúlahugtakið sá dagsins ljós. Við koronakreppuni eydnaðist kortini at steðga flúgvingini, ið higartil hevur verið mett sum størsta einstaka orsøk til Co2 útlát. Næstir eru bilarnir, ið vit nú keypa og koyra í, eisini fyri at fara til guðstænastu, konsert og film, bara vit sita inni í honum, bilinum. Og nú kemur fram, at tað eru bilarnir, bilisman, ið er orsøkin til størsta Co2 útlát. Ikki eitt orð um rustikustarar á fjørðinum, sum hoyra til eina aðra heimsskipan. Fyrsta og enn so nógv hin størsta staðfestingin av, at Føroyar ikki bara eru á netinum, men hava tikið netið til sín, heilt undir dýnuna, er Facebook. Føroyar eru eitt Facebook land, eins og tær eru eitt Microsoft land. Ert tú uttanfyri, eru teknologisk terroramboð at beina teg aftur á rætt í stundini. Tað munnu vera fimtan ár síðan vit fyrstu ferð kundu enduruppfinna skriftligu framsetingina, góða gamla stílin, the essay , men uttan at lærarin og hennara reyði pennur var til staðar, onkuntíð í so stóran mun at síðan gjørdist eitt blóðbað. Mentanarliga frísett kundu vit nú skrivað á Facebook, tað vit vildu, og kunngerða fyri øllum okkara vinum, hvussu morgunin er, hvat vit hava sett okkum fyri og hvussu dagurin annars lagar seg, og hvussu sólin setur, við tínum egnu orðum og stavifeilum, uttan at reyði pennurin yvirhøvur sæst aftur. Ein fólkaræðisligur vinningur hjá tí veikast skúlaða og helst hin fyrsta lukkukenslan eisini, hóast farin um tey hálvthundrað, næmingurin. Í hinum endanum kunnu tey betri bjargaðu fara á virtuella luksusferð, hoyra Shakespeare upplisnan og smakka vín úr londum, tú einaferð vitjaði. Men hvat verður úrslitið, tá henda kreppan er av? Hevur arbeðsgevarin tá lært, at hetta riggar fínt, og ein stórur partur av verkamannafjøldini, hin niðasti og minst faklærdi og kanska hin einasti við persónligari avgreiðslukontakt, kann sendast til hús, tí brúk er ikki fyri honum? Fara vit at uppliva eitt púra nýtt stættarstríð, sum heimsmálini hjá ST við veikast hugsandi semjusøkjandi orðingum góvu greiðar ábendingar um, men bara tá vit eru væl skúlað, og duga at lesa millum reglurnar? Er íkomna heimsheilsukreppan ein konkretión, ein ítøkiliggerð, av teim ávaringum, sum løgdu støði undir neyðsemjuna millum heimsins lond, tá tey samdust um seytjan heimsmál, uttan at taka størstu stríðsevni, tungumál og átrúnað, ið generera allan vápnaídnað, við? Fer næsta stig í kreppuni at verða ikki bara afturvendandi terror av teknologiskum slag um forrit og pallar, men eisini ein endurreisn av Bábelstorninum við djúpum skotgrøvum uttan um? Nei, best er at leggja seg á hina liðina og skifta kanal... Pieter Breugel, eldri: Bábeltornið (um 1563)  No, I'm not homeless. I'm just houseless Henda kvinnan, sum í andlitinum er eitt landslag, varð stóri Oscarvinnarin við filminum Nomadland í nátt. Besti filmur og besti leikari, og leikstjórin Chloé Zhao, fekk Oscarvirðislønina fyri bestu leikstjórn. Myndin er av permuni á nýggjasta Ekko, sum er einasta danska filmstíðarritið. Hon er høvuðsevnið í blaðnum, tí nú fer hon at læra seg onnur mál, eisini danskt sigur danska blaðið. Filmsfelagið vísti Nomadland 7. apríl fyri eini hugtiknari áskoðarafjøld.  Nomadland hevur higartil fingið 227 altjóða virðislønir. Ein lítil og óprangandi filmur, sum uttan nakra stóra pallseting søkir tað einfalda í tilveruni, tá tú missir alt uttan teg sjálva og bilin, sum tú innrættar til húsvogn.  Hóast heimleys og uppsøgd, sigur høvuðsleikarin, Frances McDormand: “No, I’m not homeless. I’m just houseless.”  The Texas Homeless Network sigur, at í løtuni liva 3 milliónir amerikanarar sum nomadar á henda hátt. ‘Fight for You’ úr svarta borgarrættindastríðsmannafilminum Judas and the Black Messiah varð besti sangur, og Daniel Kaluuya fekk virðisløn fyri besta hjáleiklut í sama filmi, sum Filmsfelagið vísti 21. apríl. Tveir Oscars til ein so revolterandi film er gott. Meir, hevði skapt øsing í amerikansku gøtunum. Anthony Hopkins vann Oscarvirðislønina fyri alzheimerrakta høvuðsleiklutin í The Father, sum fer at verða vístur í Havnar Bio 10. juni í røðini Filmklub Danmark.   Danski filmurin Druk, sum leingi hevur gingið í Havnar Bio, vann Oscarvirðislønina fyri besta altjóða film, sum fyrr varð kallað besti útlendski filmur, tað er filmur, sum ikki er á enskum máli.  Golden Globe og Bafta vinnarin, Minari, sum higartil hevur vunnið 105 altjóða virðislønir, vann ein Oscar fyri besta kvinnuliga hjáleiklut. Minari er á bæði koreanskum og enskum máli. Filmsfelagið vísir Minari mikudagin 5. mai. Licence to Thrill Í dag varð kunngjørt laiv av Goldeneye-plantasjuni á Jamaika, har Ian Fleming uppfann James Bond, hvar upptøkur verða gjørdar og hvør skal spæla saman við Daniel Craig í næsta James Bond filmi, sum hevur arbeiðsheitið Bond 25 og verður frumsýndur 8. apríl næsta ár. Ikki tí, rætta talið av Bond filmum í biografi er 27, men Eon Productions, sum nú eigur rættin til vørumerkið James Bond, hevur ikki gjørt tveir av biograffilmunum, Casino Royale (1967) og Never Say Never Again (1983).  Í 2004 kom eitt telduspæl við James Bond, sum kallaðist Everything or Nothing. Tað fekk tíðindafólk at kenna seg sannførd um, at duldarfulla heitið Eon stóð fyri Everything or Nothing. Og er nakar ímyndin av júst tí, so er tað James Bond og alt tað stás og tey gadgets, sum hann prýðir seg við, brúkar og blakar burtur, íroknað kvinnur.  Serføroyska orðið stakkalastás, sum trupult er at flyta við røttu meining í onnur mál, er óloysiligani knýtt at James Bond, og ger hann í mínum eygum so óluksáliga spennandi at síggja, tí hann er so bundina at tíðini, tíðarbundin, og altíð er til sølu fyri hægstbjóðandi gadget, sum kappast um at verða fremst í tíðini, og á tann hátt verður eitt hedonistiskt tíðardokument í eini narsissistiskari kallmansmentan. Júst hetta merkantila drive í bestu filmisku kørmum, sum eru merktir av action og ferð, so tú missir ondina, men bara næstan, hevur ongin gjørt honum eftir á filmi. Soleiðis er tað. James Bond er bretskur njósnari, sum undur heitinum 007 arbeiðir fyri MI6. Tað var Ian Fleming (1908-1964), ið skapti figurin, sum Sean Connery, David Niven, George Lazenby, Roger Moore, Timothy Dalton, Pierce Brosnan og Daniel Craig higartil hava spælt. Upptøkurnar til filmin Bond 25 eru byrjaðar, og leikstjóri er nú Cary Joji Fukunaga (f.1977), eftir at Danny Boyle fór av skútuni og meistarin Sam Mendes undan honum gavst eftir at hava gjørt tveir meistarligar filmar.  Fukunaga er úr California, pápin er av japanskari ætt og er føddur í fangalegu, sum amerikanarar gjørdu í USA at seta japanarar í eftir Pearl Harbour álopið undir krígnum. Mamman er av svenskari ætt, og møguliga er tað orsøkin til, at áhugin er kveiktur fyri Noregi sum location.  Men norska afturberingarskipanin, sum har er kallað insentivordningen, er avgjørt ikki uttan týdning. Fyrstu upptøkur eru longu gjørdar har í landinum, og svenski David Dencik, sum í Danmark er danskur, hevur ein leiklut. Mótleikarin hjá James Bond, bad ass antagonisturin, er Rami Malek, sum í ár vann Oscarvirðislønina fyri leiklutin sum Freddie Mercury. Navnið á leiklutinum er tó ikki kunngjørt. Sambært Barbaru Broccoli, ið er framleiðari, byrjar søgan av nýggjum og á berum botni, tí James Bond er í feriu og nærum arbeiðsleysur. Tað er banditturin Malek, sum setur gongd á søguna, skiltist á tíðindafundinum. Fleiri høvundar, minst fýra, hava verið um handritið innan upptøkurnar byrjaðu. Aðrir leikarar í Bond 25 eru Ralph Fiennes, Léa Seydoux og Naomi Harris, sum vit hava sæð áður, og nýggir leikarar eru Ana de Armas, sum var í Blade Runner 2049, Dali Benssalah (Nox), David Dencik (Tinker Tailor Soldier Spy), Lashana Lynch (Captain Marvel), Billy Magnussen (Aladdin) og altso Rami Malek (Bohemian Rhapsody). Umframt Noreg sum location er vissa fingin fyri, at Italia og Jamaika sleppa við í nýggja James Bond filmin, sum Havnar Bio fer at vísa. Vestfilm drive-in Í døgunum 30. apríl til og við 3. mei 2020 skipar Vestmanna kommuna fyri fyrsta føroyska filmfestivalinum nakrantíð - VESTFILM . Føroyska biografsøgan byrjaði í Vestmanna, og av tí sama er upplagt at taka fakkilin uppaftur, og skipa fyri fyrsta føroyska drive-in filmfestivalinum í landinum, siga fyrireikararnir. Samstundis er VESTFILM eitt serstakt høvi at uppliva tað besta, ið føroyska filmsvinnan hevur at bjóða. Talan er um onki minni enn 28 stuttfilmar, tvær frumsýningar og tríggjar filmar í spælifimslongd. Skráin og hugskotið til VESTFILM er ment í tøttum samstarvi við Filmsfelagið : DAGUR 1 Fyrsta sýning - Aldur (Heiðrikur á Heygnum) - Tunnan (J.Steenberg & J.Lamhauge) - Skuld (Heiðrikur á Heygnum) - Ikki illað meint (Andrias Høgenni) Onnur sýning - Ábyrgd (Katrin Joensen-Næs) - Passasjeren (Sakaris Stórá) - Kom og dansa (Andrias Høgenni) - Stina Karina (Andrias Høgenni) Triða sýning - Bye Bye Blue Bird (Katrin Ottarsdóttir) DAGUR 2 Fyrsta sýning - Summarnátt (Sakaris Stórá) - Vetrarmorgun (Sakrais Stórá) - True Love (Heiðrikur á Heygnum) - Trøllabeiggi (Gudmund Helmsdal) Onnur sýning - Verkir (Theresa Jákupsdóttir & Karina Jákupsdóttir) - Et visit (Sára Wang) - Terminal (Dávur Djurhuus) - Omman (Julia í Kálvalíð) Triða sýning - Nina (Maria Winther Olsen) DAGUR 3 Fyrsta sýning - Dalur (Heiðrikur á Heygum) - Sigarett (Heðrikur á Hegynum) - Et knæk (Andrias Høgenni) - Munch (Jónfinn Stendberg) - Við fyrsta eygnabrá (Esther á Fjallinum) Onnur sýning - Eina (Andrias Høgenni) - Skóhorn(y) (Sóley Danielsen og Gudmund Helmsdal) - Maðurin við Blæuni (Maria Tórgarð) - Pápar mugu ikki forskrekkjast (Jónfinn Stenberg) - Gló(ð) (Maria Winther Olsen) - Tyggigummi (Gudmund Helmsdal) - Sum einglar vit falla (Maria Winther Olsen) - Hví eru vit her (Búi Dam og Dánjal á Neystabø) Triða sýning - Dreymar við havið (Sakaris Stórá) Skál fyri Skál! Tað er Oscartíð og øll tosa um film. Nakrir av teim mest áhugaverdu filmunum hava verið sýndir her heima, men enn er ikki gjørt av, hvør fer at vinna størstu virðislønirnar, besti filmur og besti leikstjóri. Ja, vinna segði eg, tí hetta er ein kapping uttan líka, ein kapping, ið summi ikki orka at liva við, tí hetta er list og list kappast man ikki um, tí list er leys av kapping og leys av atgongumerkjasølu.  Akkurát í hesum meldurstreymi er djúpa kreppan í filmi í dag.  Meðan biografarnir hava verið stongdir, er full ferð sett á stroyming, so teir filmar, sum søkja ein marknað, langt síðan hava funnið hann.  Úrslitið er kríggj millum biografar og stroymarar. Taparin er áskoðarin, sum vil síggja aktuellan og viðkomandi film á stórum lørifti, men noyðist at taka til takka við skermi, sjónvarpi ella teldu. Men hóast hesar forðingar eru nakrir filmar, sum bróta karmin og vilja út í verðina, hóst løriftið ikki er í biografi, men bara á sjónvarpsskermi, so miðvísir og sannførandi eru teir í framfýsnum vilja at siga eina týdningarmikla søgu. Ein teirra er føroyski heimildarfilmurin Skál, sum leygardagin varð frumstroymdur á donsku heimildarfilmstevnuni CPH:DOX. Eins og skotski Mike Day brúkti Pál Weihe sum ein eitt slag av shamanistiskum spámanni á upplýstum grundarlagi gjøgnum allan filmin, The Islands and the Whales, brúka Maria Tórgarð og Cecilie Debell átrúnaðarliga vælgerðarmannin, Leif Erik Niclasen, sum hevði Gullhornið og gevur treingjandi fólki útgingnan mat í filminum Skál. Hóast orðalagið er serstakliga rigoristiskt og fýrakantað, fær hann frá byrjan ein shamanistiskan spámannaleiklut, ið hevur til uppgávu at skilja millum gott og ilt, Jesus og Satan.  Og so byrjar filmurin.  Nakað stirvin í mínum ótolnu eygum, rættuliga bundin av tableautankanum, sum serliga Katrin Ottarsdóttir brúkti í 80’unum. Stirvnar tableausenur rað á rað. Hinvegin kunnu vit eisini siga, at Skál er ein cadeau til Katrin.  Men so kemur gongd á søguna. Sambandið millum definitiva høvuðspersónin, Daniu, og vinkonuna, Marjun, og seinni sjeikin, Trygva. Tann parturin av filminum er beint fram sum í øllum ungdómsfilmum, har lýstu persónarnir støðugt leita, tí teir ivast í tilveruni, sum her hevur eitt eyka bein - religiónina og tað savningarmentan, sum religiónin støðugt definerar heilt níður í smálutir í hesum klaustrofobiska samfelag.   Men so er tað sambandið við ommuna, sum er so briljerandi flott, gott og væl lýst. Abbin kemur eisini inn í myndina, tá Trygvi, sum er sonur taxasjaførin í Auto, sleppur til borðið. Teir hava koyrt í sama bili. Eitt fantastiskt forteljaraelement. Seinni koma foreldur hennara, og pápi hansara, fyri ein stuttan replikk, inn í myndina. Hesi sambond úr nærumhvørvinum bera filmin og gera hann sterkan, og so verdan at bera fram, at hann krøkir í teg og sleppir tær ikki. Her er filmiska missiónin. Nærsambondini. Tá vit so eisini hoyra um óunniligar telefonuppringar til høvuðspersónin, fáa vit innlit í, hvussu vemmiligur kristin paraksis ikki bara kann verða, men faktuelt er í Føroyum beint nú. So mikið sterkari fata vit tey fyribyrgjandi og bjargandi nærsambond, sum tryggja leitandi gerandisdagin hjá framúr gávuríka høvuðspersóninum, sum sanniliga eisini letur okkum sleppa til morgunmøti við breyðbróting á Toftum.  Eftir siti eg við eini greiðari fatan av, hvussu stóra makt dogmatiskt praktiseraður kristindómur hevur í Føroyum í dag. Men so eru útrásir og plausiblar rýmingarleiðir sum til dømis í Sirkus. Alt ber til, bara kjølfestið er í ordan. Kjølfestið er fyrst og fremst tíni nærsambond og síðan tínar uppdyrkaðu listarligu gávur, í hesum føri sangur og tekstur, ið forloysa listarliga tráandi høvuðspersónin, sum lesur, granskar og hevur yvirskot at søkja sær vegleiðing at virka sum verðsligt listafólk uttan at gloyma samkomuupphavið, hóast tað ikki sleppur at verða so fjøtrandi sum í Breaking the Waves.  Nøkur ár herfyri varð norski filmurin Disco vístur í Havn, tí hann verð mettur at verða so framúr týdningarmikil fyri at fáa eina rætta fatan av ungdómsarbeiðnum í kristnum samkomum. Tann filmurin skuffaði. Nýggi føroyski heimildarfilmurin Skál er nógv áhugaverdari at lýsa júst hesi viðurskifti, ung í samkomum, á ein analytiskan hátt, sum gevur okkum innlit í eina lukkaða verð, og at geva gávuríkum sálum eina vegleiðandi uppskrift uppá, at til ber at dyrka tíni listarligu evnir, hóast tú gongur á møti. Tilveran er ikki so svørthvít, sum sjamanistiski dómadagsprofeturin sigur úr vindeyganum út á Argjum. Hann er ein anakronisma, sum vit mugu gera okkum leys av. Men sum figurur er hann filmiskt líka tølandi sum Samuel L. Jackson í Pulp Fiction tá hann lesur eitt bíbliuvers hjá Ezekiel, tað riggar væl við einum heilfluktara á filmi. Áskoðarin er takksamur fyri at sleppa innum og at fylgja við Daniu í Skál. Nú er bara eftir at vísa filmin á stórum lørifti herheima við høvuðspersónunum til staðar. Síggi longu fyri mær, at tað verður ein týdningarmikil hending. Kanska hin týdningarmesta eftir at biografarnir lata upp aftur.  Skál fyri flottum avriki. Ein vinnari í mínum eygum og huga.  Her er prát við Daniu Oddmarsdóttir Tausen um filmin. Vælgagnist - nú eru 22 nøvn í Gist & Vist - Vælgagnist er heitið á degnum, har køn og roynd fólk varpa ljós á viðkomandi evni og vandamál í okkara vinnu, sigur Johannes Jensen, stjóri í samtakinum Gist & Vist, sum telur átta starvsfólk, men rekur trý hotell og nítjan veitingarstøð í Havn og úti um landið. Umframt at ferðavinnan var yvirskipaða evnið á degnum, sum Magni Arge leiddi við fermari og formidlandi hond í gomlu Saltsøluni á Vestaru Bryggju í Havn, varð eisini varpað ljós á starvsfólkini í samtakinum, sum í undanfarna ári vóru 898 í tali og 198 teirra, sum arbeiddu fulla tíð. Tilsamans vórðu 62 milliónir goldnar í lønum til starvsfólkini í fjør, sum umframt føroyingar taldu 69 útlendingar úr 14 londum. David Im úr Suðurkorea, sum er integrasjónssamskipari á Útlendingastovuni, greiddi livandi og upplýsandi frá um integrasjón í Føroyum, nú fólk úr 98 londum hava búsett seg her, og fleiri teirra hava fingið starv í hotell- og matstovuvinnuni. Marita Rasmussen, sum er stjóri í Vinnuhúsinum, helt at føroyska ferðavinnan hevur ikki nær námindi rakt loftið, men saktans tolir ein vøkstur á 5-10% um árið. Danski Casper Næss-Schmidt, sum er sølustjóri og vínserfrøðingur hjá H.J. Hansen Vin, greiddi frá um óhepnar avbjóðingar við serføroyska einkarrættinum at innflyta vín og rúsdrekka í Føroyum, sum ikki kennir sín líka í nøkrum øðrum landi, men bara ger vøruna dýrari púra uttan orsøk. Bretska Ana Holden-Peters, sum býr í Elduvík og er leiðari fyri burðardygd á Bakkafrosti, greiddi frá um týdningin av júst hesum grundsjónarmiði - burðardygd - í føroysku ferðavinnuni. Johannes Jensen greiddi frá um vøksturin í vinnugreinini og týdningin av at hava gott samband við bóndur og fólk úti um landið, tí hava vit ikki tað, so eru vit skjótt out of bussiness. Johannes sýndi eisini Airbnb positivan áhuga, tí hetta meira privata virksemi tók ein part av trýstinum, tá harðast leikaði á við gistingum í vinnuni. Danska Katia K. Østergaard, sum júst var lend og fyrstu ferð vitjaði í Føroyum, er fyrisitingarstjóri í Horesta, og greiddi frá um vøksturin í hotel- og matstovuvinnuni, sum hóast avmarkaður í Føroyum, er lutfalsliga nógv størri her enn sama vinna hevur upplivað í Keypmannahavn. Hon var ikki so heit fyri Airbnb, men tá Magni, sum var orðstýrari, vildi hava hana at siga sær munin á góða gamla Bed and Breakfast í Skotlandi og so dagsins Airbnb, stóð mest sum fast hjá henni. Greitt er, at veitingarvinnan er ógvuliga samansett, og at her eru nógvir partar, ið skulu samstarva at veita eina unikka og staðbundna tænastu, sum er á altjóða støði og ikki er bundin at útlendskum eigarum og ætlanum. At enda var tað David Im, sum býr í Klaksvík, ið greddi frá um integrasjón. Nýggjasta veitingarstað í Gist & Vist samtakinum er Silo við lítla rúminum Ibiza niðri undir á Vestaru Bryggju 15 í Havn, har Saltsølan var fyrr. Afturvið housetónleiki varð borðreitt við røstum bitum og foie gras við Deutz sjampanju afturvið. Tað er samskiftisfyritøkan Publikkin , ið hevur gjørt avísina Vælgagnist til samnevnda fakdagin í hesum hølum, sum Gásadalsfilmurin Fågelfångarens son verður syndur í fyri innbodnum týsdagin í næstu viku. Dagin eftir verður hann sýndur almenninginum í Filmsfelagnum í Havnar Bio. Tann sýningin er útseld, men filmurin heldur fram í Havnar Bio so leingi áhugi er. Á baksíðuni á dagsins avís, Vælgagnist, síggjast øll nøvnini, sum nú eru í Gist & Vist samtakinum. Mitt fyri er Silo og bitin, sum er í Steinatúni, og niðast er litríkað Kioskin hjá Astu. Drive-in á Skálatrøð Drive-in, video on demand og stroyming eru nýggj, men ikki minni neyðug orð í heimligu biograforðabókini beint nú. Hóast biografarnir, teir eru tveir í landinum, í einum høggi mistu alla inntøku, tá koronastungsilin varð settur í verk á grækarismessu, hava tey ikki sett seg at bína yvir einvegis útreiðslum og harvið falla í fátt. Nei, nú verður útibio í høvuðsstaðnum. Meðan tey í Søldarfirði nýliga hava lagt dygt støði undir gomlu hugsjónina um drive-in biograf, fer Havnar Bio um flaggdagsvikuskiftið, tað er í dag, í morgin og í ovurmorgin, at halda fram við útibio á Skálatrøð . Í tryggari frástøðu í egnum bili. - Tórshavnar kommuna hevur boðið okkum plássið, og vit hava tikið av, sigur Jákup Eli Jacobsen, sum dagliga rekur Havnar Bio, ið er partur av danska biografsamstarvinum Fokus Biograferne. Ljóðið fer Ljóðtøkni hjá Hjalmari Hvítklett at taka sær av, og ljóssterka stórskermin eigur AV-Lux hjá Hans Andor Johannesen. Ikki kann sigast annað, enn at teir báðir, sum nú rulla seg út á Føroya fremstu mentaparkett, Skálatrøð, hava gott skil fyri tøkni, tí teir hava báðir arbeitt nógv og leingi í Kringvarpinum. Her er skráin fyri Drive In Bio í Havn : 24/4  kl. 22.00  Rocketman 25/4  kl. 19.00  Sonic - The Hedgehog 25/4  kl. 22.00  Bloodshot 26/4  kl. 19.00  Jumanji - The Next Level 26/4  kl. 22.00  21 Bridges Atgongumerkið, sum kostar 300 kr er fyri hvønn bilin, sum ikki skal verða hægri enn 1,85m. Drive In dyrnar á Skálatrøð opnað kl. 21:00. Bíligasti burgari í býnum Ert tú í miðbýnum og skalt hava ein handbita í ein fart, meðan tú bíðar eftir at filmurin skal byrja í biografinum, so eru fleiri møguleikar, hóast pylsuvognurin á kaiini er stongdur. Meðan Haps er í sama bygningi við bestu burgarum, sum eru á definitivum feinsmeckarastøði við teir hjá Reyðleyki og Hilton, sum kosta um hálvtannaðundrað krónur, er hin bíligasti møguleikin helst at fara inn í City Burger ovast í mentanargøtuni, har Frelsunarherurin er næsti granni, og har fáa ein burgara fyri 54 krónur ella eina heila matskrá fyri 94 krónur. Her serverar Súsanna Lindberg Hansen ein elefantiskan Jumbo Burgara við sitróndressing, kipsi og pepsi max, so tallerkurin er rokaður við fyllu og tilhoyri. Á vegginum aftanfyri síggjast Nixonburgarin og hinir variantarnir av heimagjørdu burgarunum. Tað eru Áki og Brian, sum eftir Kaj Poulsen reka City Burger í miðbýnum. Fert tú longur niðan, so er Burger King, sum í prísi liggur stavn um stavn við City Burger, í SMS, og í túninum heilt uppi hjá PE Kolonial stendur burgaravognurin hjá Matsmiðjuni, sum fyri snøggar hundrað krónur selur ein ræstkjøtaburgara, ið er nakað heilt serstakt í føroyskari burgarahevd. Heilt serstakt. Og so er fleiri onnur støð, sum niðri í miðbýnum, ið eisini gera burgarar fyri stórar magar og smáar pengar. Havnin er aftur opin og svongdin kann altíð stillast, meðan bíðað verður eftir einum góðum filmi.  Talgilt dannilsi í Danmark Samstundis sum filmurin Danmarks Sønner (Ulaa Salim) verður vístur við góðum ummælum í donskum biografum, ger Rasmus Paludan burtur av sær í almenna rúminum, tí hann vil sleppa á ting. Í nýggjum heimildarfilmi, Højrenationalist i børnehøjde , sum ríkisstovnurin Danmarks Radio hevur fingið gjørt og borið okkum, avdúkar einaráðandi høvuðspersónurin, at hann vil verða forsætisráðharri. Hondina á hjartað, onkuntíð gangi eg inn fyri sensuri. Til dømis í hesum føri, tí hvussu byrgja vit fyri at opinberir ørvitisfiskar sum hesin sleppa at øsa rótleysan ungdóm upp í varg, púra uttan aðra orsøk enn eitt høgt tal av talgildum eltibløðrum á YouTube? Gamaní skulu næmingar læra at verða kritiskir miðlabrúkarar og miðlaprodusentar, tað hevur altíð verið galdandi og er tað enn, men tað sum slær meg í hesum føri er, at Danmarks Radio er so áhugað í Paludan, at hann fær ein heilan tíma av einum sjálvforherligandi heimildarfilmi, og at ríkisløgreglan sæst ganga honum til handa sum siropshundar í einum og øllum inni og úti. Og so er hann í skottryggum vesti eisini, og hann hevur lokið eina høgt virda útbúgving og skrivar í dag advokatur á kjallarhurðina. Tí tað er har hann er, í kjallaranum. Í filminum er hann enn ikki komin til at brenna bøkur sum koranina og tað, ið øðrum er heilagt, bara fyri at hava nakað at traðka á og verða lagdur til merkis í heimsins meldri. Í Fólkatingstrappuni møtti eg einaferð Glistrup, sum hevði lisið saman við Demmusi Hentze. Hesin fyrri, Glistrup, minnur meg akkurát um Paludan, bara endurføddur í eini talgildari og ikki sørt sjálvsentreraðari mentan og tilveru. Eg haldi tað vera sjálvsagt at hesin persónur skorar høgt hjá leitandi ungum, tí hann er eftir øllum objektivt galdandi metingum eitt væleydnað úrslit av okkara skúlaða framburðssamfelag. Ein komandi politikari, sum er akkurát tað, vit hava uppiborðið, tí so nógv hava borið hann á lógvum. Her er úrslitið. At hesir samfelagsvarðveitandi stovnar, Danmarks Radio, ríkisløgreglan og akademiska útbúgvingarskipanin, hava gjørt hann til eina definitiva fyrimynd hjá rótleysum ungum á YouTube, er í mínum eygum nógv áhugaverdari og størri avbjóðing hjá dannandi samfelagnum enn teknikalitetir í Google-algoritmum í leitingum á netinum, sum onkur nú hevur funnið uppá at fortapa seg í. Gamla og sjálvsagda kravið at læra at skilja skitt frá kaneli hevur fingið nýggjar avbjóðingar av nýggjum dimensjónum, tá vit tosa um skúla, læring og dannilsi, nú vit síggja hvørji misfostur, ja misfostur, verða borin á lógvum gjøgnum allar samfelagsvarðveitandi skipanir og enn standa uppreist við løgregluni í rygginum. Men eg eri nógv spentari at síggja nýggja filmin Danmarks Sønner enn at hoyra úr almannamiðlunum, um Paludan megnar at stilla upp ella ikki. Føroyskur framleiðari í filmi úr Kabul Jón Hammer er ein á liðnum hjá stjørnuframleiðaranum Katju Adomeit, nú filmurin Mítt barnaheim í Kabul verður stroymdur inn í stovur í danska ríkinum. Tað er biografurin Grand Teater, sum skipar fyri stroymingini, nú allir biografar eru stongdir. Grand byrjaði at vísa film í Keypmannahavn í 1913, og hevur undir koronastongsilinum lagt seg eftir at stroyma góðan nýggjan arthousefilm, sum júst er vørumerkið í hesum biografi, ið er besti samstarvsfelagi hjá Filmsfelagnum. Meðan vit bíða eftir, at vanliga biografvirksemið byrjar aftur - í Danmark, har tey hava virknan mentanarpolitikk, er uppskot um at halda frástøðu í biografinum, og at landið stuðlar við at keypa tómu sessirnar, sum eru ímillum - ber til fyri 49 krónur at síggja filmin úr Kabul heimastroymdan. Lukkutíð hevur eksotiski filmurin Parwareshghah danskan undirtekst, tí talaða málið er dari, hindi, urdu og russiskt. Í 2017 møtti eg framleiðaranum, Katja Adomait, sum sæst longst til vinstru omanfyri, og medframleiðaranum Jón Hammer, sum sæst longst til høgru. Millum tey bæði standa Sakaris Stóra og Ingun í Skrivastovu, tí tey varða øll av fyrsta føroyska filminum í spælifilmslongd í mong ár, Dreymar við havið . Eitt annað, sum knýtir framleiðsluliðið til filmin úr Kabul, er belgiski fotografurin Virginie Surdej, sum í trimum førum hevur filmað fyri Sakaris. Mítt barnaheim í Kabul byggir á søgu hjá Anwar Hashimi, sum Shahrbanoo Sadat hevur leikstjórnað. Tey eru bæði úr Afganistan og filmurin er onnur søga av fimm ætlaðum, sum Hashimi hevur skrivað til Sadat. Her síggjast leikstjórin og hanritahøvundurin. Sjálvur haldi eg at myndatólið hjá Surdej er høvuðsleikarin. Poetiskt staðfestandi, men ongantíð dvalandi við tað tølandi vakra, men heldur lýsandi tað ótilgjørda og ósminkað, sum í støðum gerst so akutalitetslivandi, at tað er mest sum dokumentaristiskt. Filmurin fer fram í Kabul í 1989. Foreldraleysi tannáringurin, Qodrat, sum sæst mitt fyri á myndini omanfyri, er eins og aðrir menn púra burtur í Bollywoodfilmum. Hann forvinnur sær til dagin og vegin við at selja bíligastu biografatgongumerkini fyri okursprís, hann er ein scalper , men proffittmaksimeringin verður straffað, og Qodrat endar á barnaheiminum, sum gevur filminum navn. Her møta vit Hashimi, sum í egnu søguni er vegleiðari hjá dreingjunum á barnaheiminum, ið er tátíðar sovjettiskt. Filmsbrotini, tá tey sum skótar við reyðum hálsklúti fara útferð til Sovjett, síggja Lenin og ein hernaðarvogn, eru hugtakandin og akkurát so propagandistisk, sum tey ljóða, tí mótsetningurin er heima, mujahedin . Har eru muslimarnir farnir í heilagt kríggj. Tá er gott at droyma seg burtur í bestu Bollywoodfilmum. Um enn ungdómsmildari, so fer ein at hugsa um endan á nýggjasta Tarantinofilminum og hvussu hann bendir søguna, tá tú vilt hava endan at verða annarleiðis. Ein poetiskt handfaring av filmaðu søguni. Ein góð og eksotisk søga av coming-of-age slagnum, sum far meg at leingjast eftir at biografurin letur upp aftur. Bollywoodsjangarn, sum filmurin í støðum brúkar sum stev, koblar filmin til eitt spennandi markamót, sum í italska Cinema Paradiso frá 1988. Ummælarin hjá danska Ekko er so himmalsfegin, at hann knýtir til franska Truffaut og hansara ungdómsfilmar. Føroyski filmsframleiðarin, Jón Hammer, sigur, at við at velja henda og líknandi filmar heim í stovuna, stuðlar tú filmsvinnuni, serliga teimum smærru filmunum á upprunamáli. ”Í hesum føri stuðlar tú einum ótrúligum, kvinnuligum leikstjóra, sum insisterar uppá at fortelja søgur úr sínum heimlandi, hóast ófatiliga mótgongd,” sigur Jón, og sipar til 28 ára gomlu Shahrbanoo Sadat, sum er eitt navn at leggja sær í geyma. Omanfyri sæst eitt klipp av breddanum á stroymingartænastuni hjá Grand Hjemme Bio . Er minsti áhugi fyri filmslist, so vil eg mæla til at kava djúpt í hetta úrval, sum seinastu árini hevur verið miðleingjan í úrvalinum hjá Filmsfelagnum. Her síggjast nýggjastu verk hjá fremstu evropeisku filmsleikstjórum, spanska Almodóvar, franska Ozon og týska Petzold. Ein persónlig perlurøð er russiski Andrey Zvyagintsev við Leviathan , pólski Pawel Pawlikowski við Ida , svenski Ruben Östlund við Force Majeure , norski Hans Petter Moland við Út at stjala ross , amerikanski Paul Thomas Anderson við The Master, svenski Ali Abbasi við Grænse , amerikanski Jim Jarmusch við Paterson og bretski William Oldroyd við  Lady Macbeth . Holocaust-freaks, teir eru nógvir í Føroyum, fáa eisini nakað fyri pengarnar, tá teir á hesum sama stað velja Sauls Søn hjá ungarska László Nemes ella Et Tysk Liv hjá eysturríkska Christian Kröner, sum lýsir Brunhilde Pomsel, ið var skrivari hjá Joseph Goebbels. Nýggi danski filmurin Krudttønden er heldur ikki uttan týdning í hesum høpi. Listafólkafilmar, sum Mr Turner og V an Gogh - ved evighedens port , eru eisini tøkir, hevur tú ikki sæð teir í Filmsfelagnum ella umborð á Atlantsflogi. Og sást tú ikki Føroya minst sædda film, The House That Jack Built hjá Lars von Trier, so ber til at síggja hann her fyri undirpris, bara 39 krónur. Hoyggjhúsfilmar til sovikamarið eftir midnátt eru eisini tøkir í fleirtali, verður sagt. Frámerkini kunnu vera ymisk, men her eru donsku Dronningen og Nymphomanic , suðurkoreanski The Handmaiden , franski Climax og eins franski Dobbelt Begær hjá Ozon, ið verður lýstur sum ”en ganske fugtig frækkert”. Og vilt tú bara fara í kirkju at hoyra Arethu Franklin, so er søguligi heimildarfilmurin Amazing Grace hin endaliga loysnin. Valið er títt, tí arthousebiografurin er fluttur inn í tína stovu. Inntil vit aftur møtast at síggja film í felag - har sum hann eigur at verða sæddur! Tá angrandi syndarin fer til bekennilsi Einki er sum ein, ið biður um umbering. Og tað serliga, um umberingsbiðjarin hevur sitið á landsins fjórðhægsta hesti, ført eitt drúgt sjálvrættvísisstríð, har eingin annar sannleiki er til uttan hann, sum journalisturin sjálvur kroystir úr egnum upplýsingarpenni. Men onkuntíð er tað neyðugt.  At grípa í egnan barm og viðganga, at eg, journalisturin, varð drigin uppá tráð av einum egosentrikara, sum gamaní eisini hevur eina privata lívssøgu og eitt navn, bæði tá og nú. Nú er hann, heimildartrygdin hjá Sosialinum, endaður á niðastu rók í klivamentanini, har neyvan nakar formidlari vil tala hansara núverandi søk, so sum gjørt var fyri fimm árum síðan, tá evni var slatur.  Sjálvt ørindini upp í saman at nevna hansara dómfelda navn, ið partvíst er einnevnt í føroyskari navnagávu, elva til fakligt kjak í journalistiskum høpi. Jú, nøvn skulu nevnast, tá dómur er fallin og straffurin er yvir eitt vist, verður sagt, í mínum oyrum við skaðafróari gapistokkamentan. Tað havi eg skrivað eitt dekret um, sigur ein fyrrverandi redaktiónsleiðari. Nei, tað havi eg ongantíð sæð, sigur elsti journalisturin á sama stovni. Og annars havi eg undrast yvir lemfeldiga brúkin av nøvnum úr Dómsalinum í okkara tíðindum, leggur hann afturat, nú hann er farin úr starvi. Hetta er eitt fullkomið fakligt kollaps, sigur ein annar fyrrverandi journalistur, sum sjálv vil knýta eina sloyfu um fimm ára gomlu søguna, sum nú hevur heilt annan útgangsvinkul. Tað kundi neyvan nakar vara seg fyri tá, verður sagt. Eyðkennið fyri tíðindaflutningi, sum á okkara døgum flytir fjøll, er, at ov fá fólk eru til at byggja upp ein líkinda kontinuitet, so viðskiftaskarin, tað eru vit sum lesa, lurta og hyggja, kann gera sær eina kvalifiseraða hugmynd av tí týdningarmesta, sum fyriferst í okkara egna nærsamfelag, javnt og samt, óansæð hvat evnisøkið er. Redaktiónirnar eru ov veikar, tí tær eru so fámentar, og sleppa tískil aldri at byggja upp ein kontinuitet, ið er so massivur, at øll óvæntað viðurskfti verða fangað, tí tey koma í meskarnar á eini vælfungerandi redaktión.  Hinvegin er manning, peninganøgd og útbreiðsla ikki einastu redaktionellu loysnir, at skapa avdúkandi og plettfrían sannleiksjournalistikk. Tað er Netflix dømi um. Har er ein spildurnýggjur og gravandi skrásikkur heimildarfilmur, Seaspiracy (2021), sum púra rætt vísur á rovdrift á heimsins høvum, men hevur sum inngangspremiss, at vit skulu gevast at eta fisk. Og so brúkar framleiðarin, ið er innsprændur við sannleiksserum, eina biograffilmslongd at prógva pástandin, eisini við at draga gamlar føroyskar grindadrápsmyndir inn í málið, tí tær eru lætt atkomuligar. Sektin liggur á sannleikanum, hvør hann so er. Í 2014 gjørdi sami maður filmin Cowspiracy, har ørindini vóru at fáa hyggjaran at gevast at eta neytakjøt og alt úr tí ídnaðinum. Tað blívur eitt sindur møðsamt, um tú ikki kanst verða menniskja fyrst, sum Grundtvig segði, og síðan anything av tí, sum ymsir sosialir agentar partú vilja hava teg at bekenna teg til, sum var tað ein religión, tí øll onnur sjónarmið, enn tað til høvið valda, verða trumlað niður. Hvørt til sína tíð. At grípa í egnan barm er virðiligt. Tá kennir brúkarin seg virdan. Sum skrivað stendur á høgru síðu í dagsins Sosiali: Takk! Byggihávar: Hvast fæst frá tí almenna? - Hvat fæst frá tí almenna, er spyrjandi heiti á bók um sosialmál, sum D.P. Danielsen skrivaði og Hitt Føroyska Studentafelagið í Keypmannahavn gav út í 1970. Sama spurning hava byggihávar kring landið sett sær sjálvum, tí teir vilja hava tað almenna at leiga mest møguligt frá tí privata. Í tíðindaskrivi í dag upplýsir Landsverk, at í dag rinda almennir stovnar 43 milliónir um árið fyri 55.000 privatar fermetrar. Onkur rindar meir enn túsund krónur fyri fermeturin, men í meðal er privata leigukravið til almennu stovnarnar 800 krónur fyri fermeturin. Tá er bara talan um leigu. - Tað vil siga tvífalt so nógv, sum Landsverk mælir til, at landið skal krevja inn fyri leigu í almennum bygningum, verður sagt í tíðindaskrivinum. - Um landið til dømis ásetir ein leigukostnað á 400 krónur fermeturin, sum í flestu førum er fleiri ferðir minni enn tey dýrastu privatu leigumálini, kundi peningurin verið nýttur til bæði viðlíkahald, húsaumsiting, tryggingar og enntá íløgur, sigur Landsverk, sum eisini upplýsir, at eingin leiga verður kravd ella rindað í almennum bygningum. - Føroyskir almennir stovnar, ráð og annað alment virksemi undir landinum, ið leiga ognir frá tí almenna, rinda í dag onga leigu til landið. Hetta er ógvuliga ótíðarhóskandi, um vit hyggja at londunum kring okkum, har leigukostnaður er ein natúrligur partur av rakstrinum hjá almennum leigarum. Um nøktandi viðlíkahald av almennum bygningum skal tryggjast, og hetta ikki skal tyngja fíggjarlógina óneyðugt, eigur húsaleiga at verða áløgd øllum leigarum í almennum bygningum, sigur Landsverk, sum neyvan nakrantíð hevur verið fyri so stórum ágangi sum í ár. Er fótbólturin ein mafia? Sum tilbúgvingarstovnur fær Kringvarpið seg roynt í hesum døgum við kreppusamskifti um, hvussu borgarin skal fyrihalda seg, og hvussu myndugleikin og fakkunnleikin velur at orða seg. Í stundini er mikrofonin og myndatólið har. Frálíkt avrik í sjálvum sær, ikki minst tá Barbara Holm í Degi og Viku mánakvøldið hevði boðið Bjarna Arge og Brynhild Thomsen í sendistovuna at skifta orð um samskiftið, hvør strategiska ætlanin hevur verið, hvør er sloppin framat, og hvussu samskiftið hevur hilnast. Ein hin best fyrireikaða samrøða og orðaskifti, eg havi hoyrt í føroyskum miðili, tað eg minnist, um júst hetta týdningarmikla evni. Men ítróttin og fótbólturin, sum hevur tiltuskað sær ein pall við ikki hissini makt, slapp ikki við í kjakið. Kanska varð evnið tómt og liðugt, tá tólv minuttir vóru farnir, tí tá endaði verturin góða prátið. Sindur ómotiverað, at runda klokkan skal praktiserast so fýrakantað. Men kanska var tað tí, at tá vildi fótbólturin eisini við, nú borgarstjórarnir eisini hava bygt sín egna heimakoronapall nú kommunuval verður um eitt hálvt ár. Bleiv svangur eftir meira, nógv meira, vitbornum tosi um verandi kreppusamskiftið í okkara egna landi beint nú. Ikki minst í framhadaldandi dekninginum av sama máli, koronastongslinum, nú tað er greitt, at fótbólturin ikki bara heldur fram, sum um einki er hent, men eisini verður hildin fram. Inn í hvørja stovu. Ikki av einum og hvørjum í føroyska makthierarkinum, men fyrst av løgmanni, síðan av ÍSF forseta og síðan av løgtingslimi og FSF forseta. Eg varnist ongan mótspurning av týdningi hjá nøkrum journalisti. Er kortini ein farri av undran í spyrjandi hondhildnu mikrofonini, tú ivast í um nakar yvirhøvur heldur, so verður undrandi journalistiski ivin, sum kanska kann hómast undir luppi, sópaður av vøllinum og dømdur úti úr prátinum. Pronto. Eftir siti eg við eini sannførandi hugsan um, at fótbóltur er rótfest mafia. Fyrr ivaðist eg onkra hendingaløtu í tí. Men tað var fyrr. Eg ivist ikki longur í, at fótbóltur er rótfestur í sterkari rótum, sum ikki eru til diskussión í almannamiðilinum, sjálvt ikki í tilbúgvandi kreppustøðu. Her gerst einki. Frá løgmanni inn í løgtingið og inn í áhugafelagsskapin, sum rímuligt er. Men tá heilsumyndugeikarnir, og øll teirra fyrivarni, verða sett til viks av somu myndugleikapersónum, eri eg sannførdur. Almennapersónarnir kenna onga interessukonflikt í kreppustøðuni. Tað er ein vegur, tað er fram, og fótbólturin vísur vegin. Tað er sum gamli Føroya Banki, tá Jazzfelagið mundi fingið fastatøkur á fólki. Tá vísti Føroya Banki í eini simplari blýantstekning í tveimum stigum, hvussu tú rakti mál beint fram og ikki fór at dribla á síðugøtum, sum hini hopphøvdini, og gloyma eyðsýnda eindarmálið eina løtu. Fótbóltur er ein statur í statinum, ein untouchable eind, sum livir sítt egna lív, óansæð hvat hendir og onnur siga og gera, eisini tjóðarítróttin. Løgið, at fótbólturin bleiv felags maktin hjá tjóðini í samskfitandi koronakreppu og stongsili. So páfallandi løgið, at eg fái ein tanka um, at hetta er einki uttan eitt skuggaspæl at fjala okkurt heilt annað. Kanska ein Maradonadribling í skugganum í einum suðuritalskum mafiabýi? Droymi eg ella vaki eg? Voytsje... Misti eingin annar nakað? Ofta verið eg hugtikin, tá eg kenni djúpa afturljóðið av vikublaðs- og sunnudagsskúlasøgum, sum fjølmiðlafólk bera okkum í preimtaim. Allar best er tá Meinard fer í kalda kríggið at spæla evangeliskar ræðusøgur hjá Louvin Brothers um hvítu styrkina, sum liggur í kristnu bønini, tá amerikansku foreldrini senda synir um havið til Korea, ella tá tú um somu tíð stendur aftanfyri ein drykkjumann í handlinum og iðrar teg um, at tú ikki tók fløskuna frá honum, tá tú løtu seinni rennir teg í eina bilvanlukku og bensinhjarin rennur saman við whiskey á Tennessee heiðini. Tá er dagsskráin púra greið. Í dag var ein nemandi góð sending um eina unga sangarinnu, sum í fagrasta várblóma fyri mongum árum síðan ikki megnaði lívið meir. Haldi ikki at nakað runt árstal var orsøkin til sendingina. Hon var bara send sum ein sending millum aðrar sendingar á páskum, ein várdag tá vit seta lív og deyða upp móti hvørjum øðrum. Fínar sendingar, tær vóru tvær, frá einum frílansara. Tá er dagsskráin eisini púra greið. Verri var við bumbuatsóknunum á Sri Lanka mitt í kirkjutíð sjálvan páskadag. Stórur skaði á kirkjur og hotell, kirkjunar vanligar men hotellini frámerkt sum “luksus”, 290 deyð og fleiri hundrað løstað. Úr deyðsrúgvuni finna allir miðlar trý deyð børn, sum ríkastu foreldur í Danmark áttu. Børnini doyðu og foreldrini livdu. Við myndum og nøvnum fer søgan um gøtur og stræti. Henda hjartanemandi miðlasøga av Sri Lanka, fær meg at undrast yvir, hví ein miðlasøga av fyrstan tíð verður til, fær redaktionella undirtøku og síðan fær bein at ganga á, so ein og sama søga kemur ovast á breddan í øllum teim londum, har tey duga bæði at lesa og at skriva, og siga seg hava eina fría pressu, sum er púra uttan bindingar av nøkrum slag. Hví kemur sama søga ovast á breddan í fríu pressuni, sum altíð ber seg undan at hava fjaldar dagsskráir? Var tað tí at høgur og lágur nú skal gera seg kláran at møta skaparanum, ið kemur sum tjóvur á nátt tá seinasti tímin er komin á evsta degi? Bumm! Eru heimsins tíðindaritstjórar messandi sunnudagsskúlalærarar? Ella var tað tí at ríkidømið hjá donsku foreldrunum stavaði úr klædnavinnuni, ið er heimsins mest dálkandi og nú var pay back time? Eru heimsins tíðindaritstjórar keyptir av umhvørvisfelagsskapum? Nei, eg bara spyrji, tí eg villist í dómadagssøgum, nú allir miðlar varpa ljós á ríku foreldrini, sum mistu tríggjar av fýra gimsteinum páskadag í kirkjutíð. Djúpastu samkenslu við teimum, ið mistu, men - kæru miðlar - misti eingin annar nakað? Føroyskur filmur komin á Amazon Í dag fæst filmurin hjá Sakaris Stórá Dreymar við havið á Amazon, sum ikki bara er bókahandil á netinum, men eisini stroymingartænasta, ið varpar og veitir film beint inn í stovuna, hvar tú so situr og hyggur og lurtar, ella bara slotar í eini koronakeddari kringlupausu frá Kina til Kolumbia og alla klótuna í kring. Dreams by the sea  er heitið á fyrstu føroysktmæltu filmsvøruni, sum í nýggjari tíð er gjørd til altjóða marknaðin í spælifilmslongd, ikki bara til gamla og viðurkenda biografin, har fólk møtast í felag, men nú eisini til heimabiografin, har tú sjálv situr. Eitt kærkomið høvið at stytta sær um stundir, nú koronasmittan hevur bundið okkum heima. Hóast filmurin lýsir eitt evarska lítið samfelag, og er á einum máli, sum fey fæstu vita um og neyvan nakrantíð raka við, var tað ikki fyri talgildu tøknina, so er hann lættari enn nakrantíð at síggja. Fish&Film, sum framleiddi, er hervið fyrsta føroyska fyritøka, sum selur film á Amazon. Tað upplýsa filmsframleiðararnir Ingun í Skrivarastovu og Jón Hammer í dag. Fyri 9.99 pund kann hann keypast í ein handavend, og fyri einans 4.49 pund kann hann lánast frá Amazon, fyrsti føroyski netsølufilmurin, Dreymar við havið , sum við enskum undirteksti ber heitið Dreams by the sea . Tú skuldi roynt hann, so segði hann. Ella sent hann til ein tú kennir úti í heimi, og sum aldri hevur sæð ein føroysktmæltan film áður. Einki kann skapa søgur sum filmur. Og nú hevur hann fingið eitt nýtt flytbari, filmurin úr Føroyum, og út í heim. Tá tænastan er talgild, ber eisini til at síggja, hvat viðskiftafólk, ið keypa føroyskan film, eisini hyggja eftir, og sum frálíður at geva eitt viðmæli við stjørnum. So langt er fyrsti føroyski netsølufilmur ikki komin enn. Men alt er ein byrjan. Her eru filmarnir, ið somu viðskiftafólk eisini hyggja eftir. Toscana er búffur í tjúkkari sós At seta seg til borðs og eta eina máltíð, er fyrst og fremst ein spurningur um álit. Álit á, hvat tú koyrir í munnin og vilt deila við vinir, ið sita við sama borð, og kanska hava til endamáls at sementera eina hugnaliga løtu, ið var frammanundan. So kemur álitisskapandi hugnin inn í myndina, matstovuhugnin. Alla hesa viftu finnur tú í tryggum kørmum í matstovuni Toscana í gomlu húsunum, har Fossá hevði bakarí, í hugnaliga krókinum við síðuna av Ellingsgaards Matstovu, sum borðreiddi fyri verkafólki í Havn, tann tíð tað var. Frammfyri skuggar modernistiski bygningurin hjá Havnar Klubba, ið sum eingin annar er sjónligur uppá gott - og mest ilt - mitt í býnum. Í hesum miðbýarmeldurstronga er tað ein uggi at koma inn í Toscana, og seta seg til borðs í eini eksotiskari matstovu við italskum summartónleiki, har fryntligi eigarin, Mohsen Darvishi, beinanvegin gongur tær til handa, meðan tveir kokkar stákast í køkinum. Hetta er sum í suðurlondum. Eftir ein gongutúr í kava eru vit samdir um at royna eina siðbundna skrá, akkurát sum í gomlum døgum, tað er fyrra partin av áttatiárunum, tá vit gingu í skúla saman.  Tí eru vit samdir um at bíleggja rækjur og búff, tað er rækjubland við heitum breyði sum forrætti, og stórari neytasneið, sum er flamberað í whiskey, og borðreidd við tjúkkari rómasós, soppum, eplum og grønmeti, sum høvuðsrætti. Afturvið er fyrst eitt glas av frískligum hvítvíni og síðan floyalsmjúkum reyðvíni, reint úr Primitivo drúvuni, sum í báðum førum eru úr Italia, sum natúrligt er í hesum húsakørmum. Rækjublandið kemur í eini stuttligari blankari skel, sum er gjørd til endamálið. Dressingurin er siðbundin, men sitrónin og hvítvínið, sum vit, innkomnir úr illveðrinum, fata sum eina várliga ábending um strá á bønum, sum vit kundu bundið saman í bundi, var nakað skil á veðrinum, er perfekt parað. Smakkfulla glasið, Due Mari Orvieto Classico DOC, kompletterar rækjukokkteylin á júst tann hátt, vit vildu, uttan at duga at formulera tað, til hetta afturhorvandi høvið. So kemur búffurin á borðið.  Fyrr var ein búffur í fyrsta lagi stórur, síðan kundi hvør einstakur velja, um hann skuldi verða gjøgnumstoktur, medium ella rare, sum eins og medium er so rare á føroyskum máli, at vit enn ikki hava onnur heitið fyri hesa tilgerð, enn hampuliga væl steiktan ella lítið steiktan, hálvsteiktan ella hálvráan búff. That is indeed rare í orðabókini, sum vit hava frammi á borðinum á kølnaðu telefonunum. Eg bíleggi búffin medium. Telefonin er nú so kølnað, at hon er púra avlødd, so eingin mynd kann takast. Einki problem, tað ordnar matstovueigarin beinanvegin, meðan vit tosa við spísiborðið. Eina løðing við diskin. Italska reyðvínsglasið er framúr hetta kalda páskakvøld. Eftir lítlari løtu koma heitu eplini og so búffurin. Sindur kløkkur verið eg, at síggja, at longu úr køkinum er hann føddur við sós, ikki bara soleiðis ein farri av sósasmakki, men undirkavaður við tjúkkari brúnari soppasós, sum smakkar framúr, og er ein perfekt afturhorvan til áttatiárini, men verri er, at eg má finna hann, búffin, og gera ein skurð í hann, medium stokta búffin, at vátta fyri myndatólinum, at eg veruliga át ein búff, hvussu væl hann smakkaði og lá undir tunguni. Vit tosa um sós, serliga tjúkka og brúna, meðan búffurin smeltar á tunguni, tí hann er veruliga góður, nýkomin úr Avstralia. Borðhaldsløtan var perfekt til hugsaða høvið, nú vit høvdu avtalað at minnast gamlar dagar og gera ein støðg í illveðrinum júst her á Toscana, sum vit í semju høvdu valt framm um allar aðrar matstovur í býnum. Tænastan í topp, og vælsmakkandi búffurin lá tungt á, tí hann var stórur og rúgvusmikil, og meira mettandi enn vit høvdu givið okkum far um. Tí var gott, at ein drúgvur gongutúrur, heilt út á Heygin Mikla og síðan Gráastein, lá framman fyri okkum, gjøgnum allar sniðgøtur í kavanum og nýggju bygningarnar í Vesturbýnum í Havn. Og nústani byrjaði kvøldið. Manga takk fyri!  Fyrsti føroyski filmur í Cannes Tað er ein rár sjón at síggja eitt føroyskt heiti á eini útlendskari skrá, tað verið seg bókmentanarlig, tónleikalig, ella sum í hesum føri - í heiðurskrýndum filmiskum høpi. Trúði ikki mínum egnu eygum, at Andrias Høgenni við filminum  Ikki illa meint hevur funnið náði fyri úrvalsnevndini í Cannes, sum á 58. sinni skipar fyri stuttfilmskappingini Semaine de la Critique á einum av heimsins kendastu filmsstevnum, sum á 72. sinni verður hildin í Cannes í døgunum 14.-25. mai í ár. Enska heitið á kappingini, sum franskir filmsummælarar stovnaðu í 1962, er Critics Week . Fyriskipararnir siga, at hvørt ár koma um túsund filmar til kappingina, og at úr rúgvuni verða í mesta lagi tíggju filmar valdir. Tað er galdandi bæði fyri stuttfilmar og spælifilmar í fullari longd. Myndina niðanfyri tók eg í Norðurlandahúsinum 23. februar í ár, tá Andrias Høgenni á triða sinni vann Geytan fyri filmin Ikki illa meint við hesum orðum frá eini samdari dómsnevnd: Menniskjan er ein sosial vera. Metingarnar at finna ein Geytavinnara byggja á søgu, filmiskt frásøgusnildi og tøkni. Dómsnevndin er samd um ein vinnara, sum livir upp til øll hesi krøv. Filmurin er so hegnisliga gjørdur, at hann heldur forvitnið intakt, tí hann balanserar millum at vera komiskur og tragiskur, samstundis sum søgan er merkt av eini menniskjansliga skroypiligari javnvág og geografiskari bíðistøðu, sum skerpar støðuna. Hvussu oftani hevur tú ikki roynt at sleppa undan at møta einum persóni í eini gerandisstøðu, sum til dømis til handils? Orsøkin kann vera at finna langt undan, tá eitt gerandisval, sum tú tá gjørdi, nú fær fylgir. So nógv hava meldað til Geytan, at vit kunnu við vinnaranum í dag í huga, spyrja, hvat er tað, sum blokerar fyri teirri góðu søguni? Hon er ikki søgd í breiðum formati, men í 4:3 formati. Søgan lendir inni á tí mest sosiala, sum sosiala menniskan tekur sær fyri - Facebook. Vinnarin er: Ikki illa meint. Nú fer filmurin hjá Andriasi Høgenni at liva sítt egna lív, og við hesum filmi sum støði fær áskoðarin nú størsta leiklutin. So sterkur miðil er filmur. Til lukku!  Til vinstru í skránni ovast eru spælifilmar í fullari longd í kappingarskránni  Semaine de la Critique . Triði filmur í hesi røð er Hvítur, hvítur dagur hjá íslendska Hlyni Pálmason. Á høvuðsplakatini fyri filmstevnuna í Cannes sæst franski filmsleikstjórin Agnès Varda, sum andaðist 90 ára gomul hin 29. mars. Teir filmar, sum eru við í almennu høvuðskappingarskránni í Cannes í ár eru hesir: The Dead Don’t Die (Jim Jarmusch, byrjunarfilmur) Atlantique (Mati Diop) Bacarau (Kleber Mendonça Filho & Juliano Dornelles) Frankie (Ira Sachs) A Hidden Life (Terrence Malick) It Must Be Heaven (Elia Suleiman) Les Misérables (Ladj Ly) Little Joe (Jessica Hausner) Matthias and Maxime (Xavier Dolan) Oh Mercy! (Arnaud Desplechin) Parasite (Bong Joon-ho) Portrait of a Lady on Fire (Céline Sciamma) Sibyl (Justine Triet) Sorry We Missed You (Ken Loach) Pain and Glory (Pedro Almodóvar) The Traitor (Marco Bellocchio) La Gomera (Corneliu Porumboiu) The Wild Goose Lake (Diao Yinan) The Young Ahmed (Jean-Pierre and Luc Dardenne) Tykisturistur í fjarstýrdari ferðavinnu Bretski ferðabókahøvundurin, Tim Ecott, skrivar í dag í avísini The Guardian um at ferðast í Føroyum á ein heilt nýggjan hátt, sum var tað eitt fjarstýrt telduspæl. Vit kundu kalla ferðafólkið ein tykisturist. Tú kanst sita á eini sofu í London og umvegis remote-tourism.com fáa samband við ein føroyskan ferðaleiðara, har tú gert av, hvar hann ella hon fara við myndatólinum. Á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands byrjaðu tey við at seta spurningin: - Hugsa tær, um vit kundu bjóðað fólki úr hvørjum króki í heiminum at uppliva oyggjarnar sum tykisturistar gjøgnum eyguni á einum lokalum ferðaleiðara? Ella enn betri, um tykisturisturin sjálvur kundi stýra og gera av, hvar ferðaleiðarin fer, nær og hvussu leingi? Krossloysi Seinasta dag í stilluviku, leygardagin reyða, fór eg ein túr gjøgnum undirsjóvartunnilin inn í Eysturoynna. Steðgaði fyrst við Berglon og møtti mínum granna, sum henda sama dag eisini var farin hesa leið. Keypti fýra góðar bollar hjá Miðberg, og koyrdi runt fjørðin, eins og eg havi gjørt fyrr. Ein frálíkur túrur í skiftandi ljósi.  Endi úti á Raktanga og hyggi eftir rundtúrin yvir á landið hinumegin, har eingin krossur er settur. Enn ganga tey í krossloysi, har yviri á Høganesi. Løgið, alíkavæl, at hugurin at reisa ein kross er so sterkur her í oynni.  Meini so við, at skulu nógv í landinum síggja krossins merki, so er at seta tað mitt í Havn, ella á Høgoyggj í Nólsoy, so flestu kunnu síggja tað, og verða frelst frá verðsins heiðinskapi. Momentant. Kortini er krossurin upphugsaður á júst hesum staði í Eysturoynni. Meðan eg hyggi av Raktanga, fyrst yvir á Kollafjørð á Streymoynni, og so yvir á Nes, Toftir, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði og Søldarfjørð, hefti eg meg við búsetingarmynstrið í lendinum kring meg. Uttan undantak búgva øll eftir longum álum. Her eru vælskipað røð av húsum, sum øll eru bygd framvið einum eins stringentum koyrivegi. Og so eru bygningarnir eftir álini Eysturoyarmegin fyrst ein gomul kirkja, ein nýggj kirkja, eitt samkomuhús og eitt missiónshús. Og so ein skúli. Øll á rað, millum hús, sum eisini eru á rað. Sum í 60 ára gamla sanginum hjá Malvinu Reynolds um Little boxes, sum allar eru on the hillside.  Her er eingin býarkjarni, lummi ella trunki, har borgarin kann møtast í stórum tali til óformella samkomu av verðsligum slag, til dømis tað, sum tey í Havn rópa pub crawl. Har suðri er óskipaða livimynstrið, syndasoldið, í stórbýarfavninum, har sum eingin sær, tí nú ert tú bara tú sjálvur, burtur frá hinum, púra anonymur. Fyri tað kundi Sodoma og Gomorra staðið á hvørjari hurð, uttan at nakar tók sær tykni av tí. Tað er tann ultimativa mentanarliga frísetingin og tað refleksiva mentanarhugtakið, har tú ert kjarnin í egnum lívi frá degi til dags alt eftir, hvønn tulkingarfelagsskap, tú nú velur at fara uppí, uttan at frásiga tær møguleikan at fara í ein annan og nýggjan dagin eftir.  Soleiðis er ikki á bygd.  Har búgva øll á linju, so tey ikki freistast at traðka út úr røðini og falla í synd. Tað er búsetingarbandið á bygd í Føroyum. Tí er neyðugt at seta ein kross á júst henda stað. Ella falla tey í freisting, so sum tey langt síðan hava gjørt í Havn, har tey eru heiðin, uppgivin og krossleys.  Tí skal krossurin setast her. Tað er her, hann hevur missiónina og uppgávuna, hugsi eg av lagleidda Raktanga, sum er mín sjónarválur til alla verðina hesa løtu innan hann brestur á.  So er at vóna, at tey tolerera, at ein svørt ær fer yvir um vegin. Við hvørt. Nú verður filmur í SALT Nú skal filmslistin aftur á løriftið í Suðuroy. Ólavur Rasmussen, stjóri í SALT, heldur klassisku bókina hjá Niels Jensen (1929-2010) Filmkunst fram fyri seg yvir einum krússi av væl bryggjaðum kaffi á Hotel Havgrím yviri við Strond í Havn í dag. Eins og høvundurin var hin fremsti at siga frá um film á okkara leiðum, var bókin hin fremsta av sínum slag í 60'unum og fleiri áratíggju fram. Mín egna er úr Gyldendals Bogklub í 1969. Eins og sýnið yvir fjørðin er tað besta av hesum kaffiborðið, sum Joel Cole hevur evnað til, eru nú greið útlit til at biografur fer at verða fyri børn og vaksin í Suðuroy. - Vit hava fingið biografloyvi í SALT og tað merkir, at vit hava fingið loyvi til at vísa allan film, bæði gamlan og nýggjan, men vit hava so sjálvi valt at velja premiérufilm frá, sigur Ólavur. - At vera biografur merkir í okkara føri, at vit tekna limaskap í Forening af mindre og mellemstore biografer og gera ein samstarvsavtala við FAFID, sum stendur fyri Foreningen af filmudlejere i Danmark . Tað er lykilin til at fáa allar formalitetir uppá pláss og at fáa koturnar til hin einstaka filmin, sum í dag er talgildur at taka niður, og ikki er á rullum sum fyrr. Nú eru eingir spolar at handfara, alt er gjøgnum luftina. Støðan er nú, at tað er frítt fyri hjá okkum at seta okkum í samband við distributørarnar, Nordisk Film til dømis, um vit vilja vísa Dronningen . So gongur alt gjøgnum tey, sigur Ólavur, ið leggur dent á at tey fara at leggja spakuliga út, tí SALT er eitt mentanarhús og ikki biografur, sum nú verður eitt eyka bein at standa á. - SALT hevur fyrr víst film, vit hava víst Dreymar við havið hjá Sakaris Stórá, og vit hava víst filmin hjá Zacharias Hammer um Línumenn . Eini 350-400 fólka savnaðust um hesar báðar filmarnar. Men tað hevur verið øgiliga avmarkað, og vit hava bara víst føroyskar filmar. Har eru tað føroyingar sjálvir, sum eiga filmarnar, og gera av, um teir vilja vísa filmarar hjá okkum. Illir Andar er næsti filmur vit vísa í SALT. So útgerðin er roynd, vit ætla at útbyggja hana, men vit kunnu saktans vísa film, sum er, sigur Ólavur, sum tó ikki hevur lagt seg eftir eini fastari skrá ella filmsúrvali. - Tað er eingin biografur í Suðuroy, og vit skulu helst vísa film, sum fólk tíma at hyggja eftir, og vit skulu helst eisini vísa film, sum er nóg áhugaverdur og serligur. Enn hava vit ikki lagt okkum eftir serligum preferansum, men kundu hugsað okkum eitt samstarv við Filmsfelagið, sigur Ólavur og bjóðar til ítøkiligt samstarv. Vit tosa um søguna og endamálið hjá Filmsfelagnum, sum heilt síðan 1962 hevur havt til endamáls at vekja ansin fyri filmi, ið er listaliga áhuagverdur, ikki bara í Havn, sum í byrjanini, men nú eisini úti um alt landið. - Og júst hetta, at søgur verða sagdar um okkum á filmi og við okkum sjálvum í miðdeplinum, tað hevur vitalan týdning, sigur Ólavur, og vit skifta orð um væleydnaðar filmar higartil og um næsta filmin hjá Sakaris Stóra, Oktober, sum fer fram í Suðuroynni, har fyrstu royndarupptøkur verða gjørdar í juni. - Tað kunnu vera nógv fólk inni í SALT, tá vit vísa film, men vit fara við vilja at avmarka biografgangaratalið. Ætlanin er at vísa film eina ferð um mánaðin, ein dag, har vit vísa bæði ein barnafilm og ein vaksnamannafilm, mikudag ella hósdag. Er tað ikki nóg mikið, so vísa vit oftari. Tá tað ræður um at velja film, kunnu vit gera tað hart og brutalt og bara velja sjálvi, ella vit spyrja fólk, um tey hava eitt ynski, so vísa vit tann filmin, sum flestu ynskja. Mátarnir er mangir, men havast skal í huga, at hetta er ikki ein biografur, men eitt mentanarhús. Orsøkin til at vit ikki hava valt premiérufilmar er, at tá binda vit okkum til at vísa sama filmin í ellivu dagar, tað kann húsið ikki standa modell til. Tað kann verða keðiligt, men soleiðis eru korini. Vit skulu servisera fólk breitt, eisini við at vísa film. Vit hava ikki fleiri salir at vísa film í í SALT, men eitt kuraterandi samstarv við Filmsfelagið er avgjørt áhugavert hjá okkum, sigur Ólavur og bjóðar inn til samstarv at velja film og at hoyra um royndir við ymsum døgum og um marknaðarføring. Betri kunnu einar páskir ikki byrja enn við støði í filmi, góðum filmi, sum fólk vilja síggja, nú eisini Sjónvarpið vísur Lykke-Per hjá Bille August og fleiri aðrar góðar filmar. Góðar páskir til øll filmshugaði í øllum landinum - úr Hotel Havgrím! Margretha, fyrigev teimum! Einaferð, tá kreppan var í botni, og eg var á norðurlendskum samstarvsskeiði í Ebeltoft, tað mundi vera fyrrapartin í 1990’unum, fór eg á heimferðini, sum var um Keypmannahavn, til fótbóltsdyst í Parkini, har føroyska og danska fótbóltslandsliðið skuldi møtast á ein heilt nýggjan hátt, sum sjálvt eg ikki hevði sæð fyrr. Í ølsteðginum, tílíkt hava tey í fótbólti, ein ølsteðg, var ein dani, sum í ovfarakæti vildi vísa mær, hvussu nógv hann helt við Føroyum. Hann hevði gjørt sær ein klapphatt við føroyskum navni og flaggi, sum hann manuelt kundi fjarstýra við einum enda á hvørjum vanga og klappa og vinka við flaggi og vøttum, so hvørt eitt tjóðskaparligt blunk skuldi gevast. Kanska skilji eg ikki fótbóltsskemt, ella eg bara ikki vil vita av tí, tá tað kemur fyri dagin og tónar reint flagg, men eg helt als ikki at hetta var nakað at sláa upp í glens og at brúka til fólksligt fótatraðk soleiðis í eini fólkamongd við pylsum og øli. Eg minnist enn, hvussu illa eg bleiv við av at síggja, hvussu illa hann bleiv við. Hann flutti seg við pylsum og øli, og goymdi heimagjørda klapphattin, sum bara skuldi heilsa og hátíðarhalda okkum úr Føroyum. Einki annað. Hvørki hann ella eg kendu okkara vitjunartíð. Men tey, ið hava sæð The Big Lebowski vita, at tað er ikki alt, mann skemtar við. So slettis ikki við heraldikki og tjóðskaparligum skildramerkjum, og so aldeilis ikki á 80 ára degnum fyri bretsku vinaherðsetingina av Føroyum í 1940, tá Danmark, sum nú var tikið av nazistum, enn ikki hevði góðkent føroyska Merkið, og vit máttu fáa ein heimsbardaga og eina fremmanda makt, bretar, at herseta okkum, bara fyri at sleppa at mála sama heraldikk á bógvin á fiskiskipum, so tey kundu frámerkjast sum vinir og ikki verða skotin í sor og søkt av vinum í ljósi ella myrkri. Flaggsøgan, sum tá byrjaði, fekk Merkið góðkent, og alt annað vrakað, eisini eitt grønt flagg frá bretum. Í fólkamongdini á Tinghúsvøllinum var bara ein maður, sum rætti hondina upp at mótmæla nýggja flagginum. Tað var danin Ishoy, skrivar Niels Juel í Flagssøguni , sami Ishoy, sum Tongla Tummas yrkti um í "Ishoy in memoriam" í savninum Og Dansurin Gongur , sum hann fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri í 1959, tá Kirkjugarðskapellið varð tikið í brúk. Helst hevur Ishoy verið fyrsti at verða borin úr tí kapellinum og gravlagdur í kirkjugarðinum, sum eisini tá var nýggjari enn teir gomlu. Kanska fremsta føroyska yrking, í hvussu er eftir einum breiðum parametri, ikki minst í dag, tá søgan aftur tónar flagg, so reint at tað fer beint fram við køksglugganum sum antin ballónferðin hjá Andrée ella kanónkulan hjá Münchausen. Ole Wich, sum áður hevur viðgjørt danskt-føroyska ríkisheraldikkin í savninum Ophav/Upphav sum Fannir góvu út í 1996, tók myndina og viðgjørdi hana. Høgra myndin er hin rætta. Í vinstru mynd eru fløggini býtt um. Eftir hongur spurningurin: ber til at gera slíkt í einum siviliseraðum landi? Ella skulu vit lata tílíkar dreingjalótir hoyra til ølsteðgin í einum fótbóltsdysti og ikki sleppa út um tað gyrðingina? Hóast ørindini eru at heiðra Drotning Margrethu II á 80 ára degnum, sum eisini er í vikuni? Nei, eg hugsi at summi mál eru av sovorðnum slag, at tú gert tey ikki til fótatraðk ella pylsuskemt. Nú kirkjuhøgtíðin er farin aftur um bak, kunnu vit heilsa donsku marinuni við í minsta lagi tveimum skriftstøðum, sum bæði eru frá Lukasi: Í Lukas 23,34 lesa vit: ”Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!” Í Lukas 18,14, lesa vit heilt spesifikt og ikki yvirskipað, um ógrundað at ditta sær at seta eitt flagg yvir einum øðrum, at ”ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.” Soleiðis er boðskapurin á fjørðinum, tá tyrlan pískar stemningin upp, tríggjar dagar fyri drotningaføðingardagin, og vit uttan eitt kis hildu ondini og lótu 80 ára dagin fyru bretsku hersetingina av Føroyum fara aftur við borðinum. Tað eru ikki allar veitslur, vit fara í og enn færri, vit flagga fyri. Neyvan er nakað álvarsamari enn eitt tjóðskapartekin, sum ber boð um, hvør samtykkir at savnast undir hesum merki. Romantiskt jóladrama í Føroyum Filipinski Netflixfilmurin ”A Faraway Land” er helst tann filmur úr Føroyum, sum flest fólk hava høvið at síggja beint nú. Ikki færri enn 209 milliónir hava møguleika at síggja søguna, ið nemur við integratiónspolitikk og er upptikin í Føroyum fyri jól. Eins og tað aldri fer at bera til at vita, hvussu tað er at vera ferðafólk í Føroyum, eins trupult verður tað at fáa innlit í, hvussu tað er at vera tilflytari, tíansheldur flótti, í Føroyum.  Ikki uttan so, at vit fáa frásagnir, sum frá fyrstu hond kunnu greiða okkum frá um tílík viðurskifti á sannførandi hátt og á upplýstum grundarlagi.  Nú eru vit komin eitt stig nærri, tí Netflix vísur fiktiva filipinska filmin, ”A Faraway Land”, sum Veronica Velasco hevur gjørt fyri MavX í Føroyum. Við sama høvundi, Erwin Blanco, hevur hon í 2019 gjørt filmin ”Nuuk” í Grønlandi, og í 2018 gjørdi hon ”Through Night and Day” í Íslandi við tveimum øðrum høvundum. Mongu filmarnir hjá Velasco røkka heilt aftur til 2009. Hon arbeiðir skjótt, tí eg síggi at upptøkurnar eru gjørdar í Føroyum beint fyri jól í fjør. Var tað ikki fyri korona, so var lidni filmurin longu klárur at vísa í biografum í mars, siga tey. Nýggi filmurin, ”A Faraway Land”, er um filipinskar kvinnur í Føroyum. Mesta fer fram beint undan jólum, so filmurin, ið er ein lýtaleys og slick framleiðsla, er til innihalds eitt romantiskt kærleiksdrama av tríkantsslagnum, ein Ménage à trois, um eitt parlag fyri tvey, hóast trý eru umborð. Filipinska kvinnan, Majhoy (Yen Santos), hevur føroyska eftirnavnið Garðalið, tí hon er gift føroyinginum, Sigmundi, sum í filminum er Hans Tórgarð. Tey hava eina dóttir, sum Laura Joensen oftast passar. Ferðandi filipinski sjónvarpsjournalisturin, Nico Mercado (Paolo Contis), kemur higar at gera eina reportasju um filipinskar kvinnur. Tað ger, at filmurin er í tveimum løgum, bleytur spælifilmur, men eisini upplýsandi faktafilmur, ja infotainment, fyri fremmand í Føroyum.  Sigmund er burtur, og tað rennur saman millum Majhoy og Mercado, sum vit síggja á songarstokkinum í ósexutum ljósi. Vit fáa innlit í gerandislig viðurskifti, sum at koyra á seyð, og eta skerpikjøt, garnatálg og ræstan fisk, men eisini týdningarmiklari viðurskifti, sum at heinta børn í barnagarði, og hvussu nógv børn eru í miðalhúskinum her og í Filipsoyggjum. Men vit fáa ikki innlit í tann veruleika, at Føroyar eru ein fjarur partur av Danmark, har fáar um nakrar almennar skipanir eru, til tess at stuðla upp undir at fremmand fólk, sum ikki duga málið og enn minni danskt, kenna seg vælkomin og koma rætt uppá pláss.  Í veruleikanum mótarbeiðir landsins løgmaður púra óskammaður einum virknum integratiónspolitikki, og tað eru privat arbeiðspláss, ið frá fyrstan tíð hava víst dugnaliga umsorgan á økinum. Hetta liggur uttanfyri filmin, og er ein eftirtanki, sum júst hesin filmurin kann lyfta fram í ljósið. Filipinsku høvuðsleikararnir, Paolo Contis, og Yen Santos, hava sambært IMDB spælt í fleiri filmum í Filipsoyggjum. Contis bleiv kendur sum 8 ára gomul barnastjørna í sjónvarpsrøðini ”Ang TV”. Hans Tórgarð er hinvegin einasti føroyingur, ið hevur sagt ein setning í einum Wim Wenders filmi, so hann er langt síðan halgaður kultstatus, hóast júst tann filmurin er hin lakasti hjá Wenders higartil.  ”A Faraway Land” skrivar seg inn í drúgvu konsumhevdina við vinarliga vælmeinandi jólafilmum, sum oftast eru amerikanskir, og ongum gera fortreð, meðan kalkunin, gásin, dunnan, ella tað sum mentanin fyriskrivar, er í jólaovninum, meðan børnini gleða seg.  Vakru føroysku dronumyndirnar hjá Árna Øregaard, gjøgnumgangandi góða fotograferingin og framúr ljóssetingin, geva filminum eitt gott framleiðslustøði, har mongu product placement møguleikarnir fáa góða rúmd og verða væl brúktir serliga á filipinskari matstovu í Miðvági, á flogvøllinum og hjá Atlantsflogi. Undir poleraðu framleiðsluni liggja tó álvarsligir spurningar, so sum gravandi journalistar, ið hvørva í Filipsoyggjum. Árni, sum undirstrikar, at hann einki hevur við søguna at gera, sigur, at Durita Krosstind Gregersen ringdi, tí hon hevði hoyrt, at Árni var dronupilotur og gjørdi film. Filipinska filmsliðið leigaði húsini hjá henni og Durita, sum eisini er við í filminum, hjálpti við ymsum praktiskum.  - Eg tók sjálvandi av, tá eg var spurdur, tí eg helt tað vera spennandi at fáa mínar dronuupptøkur við í ein film, ið varð filmaður í Føroyum, og sum skuldi vísast á Netflix, sum hevur ikki færri enn 209.000.000 haldarar kring heimin, sigur Árni.  - Vit avtalaðu at hittast á Norðradalsskarði, har nøkur filmsbrot skuldu takast upp. Tá vit høvdu filmað har, fóru vit til Norðradals, og seinni filmaðu vit ymsastaðni á Oyggjarvegnum. Fólkini frá filipinska MavX framleiðslufelagnum vóru sera fitt og fryntlig at práta við, og upptøkurnar gingu væl, sigur Árni. Ein filipinsk kvinna, sum er gift her og hevur børn, hevur sæð filmin. Hon vil vera dulnevnd, men eg veit, hvør hon er. Hon ger mær greitt, at henni dámar ikki so væl innihaldið í filminum. - Eg kendi meg flova, embarassed. Tað tykist í filminum sum um vit, filipina, hava ongan annan møguleika, enn at vera bundin at okkara manni, hóast vit ikki elska hann, tí so kunnu vit vera her, bara fyri at arbeiða. Vit verða lýstar sum workaholic, arbeiðsnarkomanar, í so víðari merking, at vit ikki síggja virðið í kvalitetstíð saman við okkara familju. We are confused between love and lust.   - Hvussu helt tú lýsingina av Sigmundi vera í filminum?  - Sigmundur varð lýstur á ein lítið kærleiksfullan hátt sum ein maður, ið ikki hjálpir konuni, tá hon ikki biður um tað. Hóast hann elskar konuna, tykist tað ikki at vera eitt tætt samband millum tey bæði. Tað var syrgiligt, tá Sigmundur verður spurdur, um hann elskar konuna, og hann svarar ”ja”, samstundis sum hann ikki er vissur í, at konan elskar hann aftur. - Hava vit í Føroyum nógv at læra, tá talan er um integratión? Heldur tú, at hesin filmurin kann brúkast í føroyskum integratiónsarbeiði? Til dømis sum eitt tiltak, har tilflytarar møtast? - Jú, okkara mentan er rættuliga annarleiðis, og eg haldi at tað er nógv eftir at læra um integratión her í Føroyum. Hesin filmurin sigur helvtina av sannleikanum um støðuna hjá útlendskum kvinnum, sum eru giftar føroyskum monnum. Onkrar eru akkurát sum Majhoy, arbeiða nógv, og hugsa ikki um týdningin av kvalitetstíð við familjuni. Tað hava verið tiltøk um integratión, sum til dømis Reyði Krossur hevur skipað fyri, men uppmøtingin hevur verið ógvuliga lítil. So veruligi spurningurin er, hvussu vit fáa útlendingar at verða ein part av integratiónsmálum, tá tey verða tikin upp og viðgjørd. Hvussu vit fáa tey við, verða aktiv og í tí gongdini fáa eyga á tann týdning, sum hin góða integratiónin hevur. - Hvat ummæli vildi tú givið filminum? - 4/10 er stutta svarið frá filipinsku kvinnuni, sum er gift í Føroyum. Meðan filmurin er greitt upplegg til integratiónspolitikk, og alt Evropa skríggjar eftir faklærdari arbeiðsmegi, sum týskarar og norðmenn tvíhalda um, at bara tilflytarar kunnu bjóða, til dømis sum kokkar, so avdúkaði Dagur og Vika aftur hesa vikuna, at vit helst hava grunnasta løgmannsembæti í søguni.  Løgmaður sigur seg ikki ynskja subkulturar í landinum, hann tvíheldur um, at vit hava onga serfrøði, at taka móti fremmandafólki, og sum krúnan á verkinum sigur løgmaður í Degi og Viku, at vit hava ongar flóttar, og hava ongantíð havt nakrar heldur, hóast ordiligir miðlar og eisini sosialir miðlar hava formidlað vitanina um flóttar í Føroyum, og hvussu tað víðari gekst teimum her í landinum, takkað verið eina og áleina einum privatum arbeiðsplássi, Bakkafrost, og hvussu eitt annað privat arbeiðspláss, PM, saman við kvøldskúlanum í Havn, javnt og samt hevur lært tilflytarar, sum koma úr fjarum londum, føroyskt.  Eisini undir krígnum tóku Føroyar móti norskum grannalandsflóttum, sum vórðu vælkomnir, serliga í Klaksvík, har allar dyr vóru opnar. Í dag sigst at hundrað lond eru umboðað her hjá okkum, og at vit eftir fólkatali hava flestu sálarfrøðingar í verðini at vera um fremmand, skuldi tað verið neyðugt.  Hann náði tú meg, sum politiska visiónslandið Føroyar er veikt og undirbrotligt, samstundis sum vit hava so dugnalig filmsfólk, sum vit javnan verða mint á í biografi og á skermi.  Vit mugu fáa fleiri fremmandar filmar, góðar ella ringar, bara teir kunnu upplýsa okkum - um okkum sjálvi í heimssamfelagnum. Og ikki minst at upplýsa treka og afturhaldssinnaða løgmansembætið. Sæð við teimum brillunum er ”A Faraway Land” ein týdningarmikil integratiónsfilmur, sum fleiri fólk enn nakrantíð hava høvið at síggja úr Føroyum beint nú. So kann løgmaður siga, tað hann vil. Í Føroyum er filmur blivin fólkaupplýsing. Vit taka heyggin Nýggja svarta, sjálvt hjá reyðum og brandgulum, er at taka heyggin, sum Birna í Javnaðarflokkinum hevur gjørt har úti við Strond. Bara fornavn og floksfrámerkið. Tað er eisini tað nýggja svarta. Einsamøll á heygnum. Til hetta valið hava politiskir plakatuppstillarar eydnast sjáldsama væl at skapt eina heilt nýggja leið í lendinum, sum var tað Sendero Luminoso ella Iwo Jima, við einum hirsi til Hamburger Hill, tá vit taka brekkuna niðan móti heilsøluni hjá Poul. Har er allur heyggurin tikin við brandgulum valplakatum hjá lista F, bæði niðan og oman. Militant strategiskt, so snøgt er tað. Men sum sæst á myndini omanfyri, kann seinrapartsskýggin flyta vælskipaða geometriska huglagið yvir í - ja, annað ljós, sum minnir okkum á, hvussu allar orrustur, ið søgubøkurnar siga frá, enda. Fyrstu ferð Framsókn var frammi við valbókstavinum F á brandgula puntinum, var tað eitt genialt átak, sum nú er nakað útbrent, tí øll hava sæð tað. Avbjóðingin er at finna nýggjar konstellatiónir, sum stinga burturúr tí javna og vanliga, sum allir hinir bjóða, dusinflokkarnir. At lofta hesi avbjóðing so elegant og kreativt sum við hesum sýni, er sjáldsamt, og samstundis tað estetiskt vakrasta og smakkfullasta heildarprent eg havi sæð í hesum valdysti. Andlitini eru einastu motiv, við einum støkum politiskum herrópi. Javnaðarflokkurin, sum var hin fyrsti at seta plakatir upp, hevur gjørt tað til ein reindyrkaðan stíl at brúka fornavnið einans og so andlitsmyndina. Og so einki annað enn navnið á flokkinum. Tað riggar val, tá øll valevnini eru sett upp á sama stað, uttan at ov langt er ímillum tey. Sum til dømis her á rekkverkinum í verkamannabýlinginum Hornabø við útsýni til Skipasmiðjuna. Lad gå, at flestu arbeiðarar eru póllendingar, og at sami flokkur einaferð lýst stættarstríðið deytt at vera. Í dag er eingin floksformaður, ið er so greiður og sannførandi, sum Aksel, ið her sæst fremstur við allari manningini aftaná. Ein vælvaldur staður og væltiknar og organiskar myndir, sum seta flokkin, valevnið og litbrúkið mitt í føroyska gerandisdagin. Betri og politiskt lívsseigari verður tað neyvan. Men altíð er onkur, sum vil ganga úr takt, hvussu væl skipaður flokkurin er. Í hesum føri Henrik Old, sum ikki er uttan fynd og skemt, hóast uppsløgini ganga egnar vegir, sum neyvan eru upphugsaðir á felags fundi. So mikið meir leggja vit merki til Henrik, hóast hann neyvan verður tann heilt stóri atkvøðuslúkurin. Sum uppsløgini benda á, hoyrir hann til eina aðra tíð, ikki minst har uppi við Sjónleikarhúsið, har Oldurin tykist verða sjónleikari við nýggjum leiki - ikki við uppblástum ballónum, men við báðum beinum á jørðini. Beint yvir av bilstøðini Auto, niðanfyri Sjónleikarhúsið, síggi eg hópin av ferðafólkum, sum eru komin í land av einum av hesum óluksáligu ferðamannaskipunum, sum plága Havnina og einki leggja eftir seg. Dagsins tilboð til teirra ókeypandi er henda plakat av Levi, grindamanni, í eini listarliga tilgjørdari mynd, tikin á sandinum í Tjørnuvík. Ein fantastisk mynd, sum er gjøgnumhugsað av einslistum, tá umræður at drepa djór til matna. Men í hesum føri er hon ein provokatión bara fyri provokatiónina. Og tað er so innantómt, at sjálvt ikki teir veikastu flokkarnir finna uppá at skora so bílig poeng í valstríðnum. 1-0 til flokkarnar móti handlunum. Korona fer ikki at taka lívið av biografinum - Nei, korona skal ikki sleppa at taka lívið av biografinum, sigur Jákup Eli Jakobsen í Havnar Bio, tá hann verður spurdur um gongdina í løtuni og komandi filmar. Í hesum koronatíðum hava allir heimsins biografar verið stongdir. Í dag eru bara fáir biografar í Føroyum, ein í Havn og ein í Klaksvík, og helst hevur biografvirksemið verið tað virksemið, sum harðast hevur kent sviðan av koronakreppuni. Samstundis eru størstu íløgufeløgini, ið fyrst hava fíggjað filmarnar og síðan leiga teir út, farin at stroyma filmarnar á egnum pallum til hvønn einstakan keypara heima í stovuni, nú biografarnir hava ligið deyðir og ikki geva nakra inntøku, tí fólk sleppa ikki at síggja film.  Við áheitan um at brúka munnbind, fer Filmsfelagið at stuðla Havnar Bio við at vísa nýggja danska filmin ”Vores mand i Amerika” mikudagin.  Filmurin er um sendiharran Henrik Kaufmann, sum ikki vildi samstarva við nasistisku samstarvsstjórnina í Danmark undir krígnum. Hans Andrias Sølvará, professari í søgu á Fróðskaparsetrinum, fer at innleiða sýningina mikukvøldið. Leikstjóri er Christina Rosendahl, sum eisini gjørdi ”Idealisten”, ið lýsti kanningararbeiðið hjá danska journalistinum Poul Brink av amerikansku hernaðarstøðini í Thule. Filmsfelagið vísti ”Idealisten” tá hann kom fram í 2015. Slagorð og herróp hjá Filmsfelagnum hevur altíð verið at síggja film í felag. Hóast tøknin sum aldri áður letur upp fyri tí, vil Filmsfelagið mæla frá at stroyma í einsemi heima á sofuni. Kom heldur í biograf og síggj ein film í felag, til dømis í Filmsfelagnum, sum sýnir film mikukvøld í Havnar Bio. Sýningarskráin verður kunngjørd á Facebook og á heimasíðuni hjá Havnar Bio. Ein av stóru og mest nýskapandi leikstjórunum í Hollywood í dag er Christopher Nolan, omanfyri, sum er aktuellur við ellivta filminum ”Tenet”, ið Havnar Bio vísur 26. august. Nolan gongur egnar leiðir tá hann skapar sjáldsamar biografsøgur sum ”Inception”, og í hesum aktuella føri sæst sum tað fyrsta, at heitið ”Tenet” er eitt palindrom.  Ummælarar meta, at ”Tenet” verður størsti biograffilmur í ár, størri enn James Bond filmurin ”No time to die”, sum verður frumsýndur 12. november.  Christopher Nolan, sum eisini hevur verið í Oslo og Rødbyhavn og filmað, tvíheldur eins og Filmsfelagið um stóra løriftið og serstøku upplivingina at síggja film í felag - í einum biografi, sum er gjørdur og innrættaður til júst tað endamálið, at vísa filmin, sum hann hevur gjørt. Stroymingtænasturnar eru altíð opnar og tøkar at vísa film á sunnudagssofuni. Alt gott um tað. Men ”Tenet” er hugsaður og gjørdur til biograf, sigur Nolan við altjóða filmspressuna.  Her heima er næsti filmur í felag ”Vores mand i Amerika” mikukvøldið, tá heitt verður á biografgangarar at hava munnbind og virða allar ásetingar um frástøðu og hondreinføri meðan koronasmittan ger um seg. Í Føroyum er filmur Unplanned Føroyskir biografgangarar eru ikki sum onnur fólk. Í hvussu er ikki úti í heimi. Tí nú verður aftur ein amerikanskur filmur av andaliga slagnum frumsýndur í Evropa uttan danskan undirtekst. Frumsýningarstaðurin er Havnar Bio í Havn og heitið er Unplanned . Sum sæst á myndin á Facebookprofilinum hjá biografinum, hava 50 ymisk fólk deilt boðini um sýningina, uttan at brúka eina krónu til lýsingar, ella at boosta , sum tey kalla tað. Útvið tíggjutúsund hava sæð boðini um sýningina, og tað er mest sum útselt eftir lítlari løtu. Um filmin, Unplanned , sum bara verður vístur í Føroyum í okkara heimsparti, sigur biografurin soleiðis: "Tað einasta Abby Johnson ynskti, var at hjálpa kvinnum. Sum ein tann yngsti deildarleiðari hjá Planned Parenthood í Amerika, var hon sannførd um "fría vali" hjá kvinnuni - inntil hon ein dagin sá nakað, sum broytti alt." Óansæð hvat filmurin snýr seg um, og um hann er fakta ella fiktión, so er filmur ein miðil, sum er munadyggur at brúka í øllum londum - bara filmurin sleppur at finna sín marknað og hevur frítt at fara. Gott, at Havnar Bio hevur eydnast so væl at dyrka ein nýggjan marknað, sum eingin visti av var til. Tað er, so segði hann, Unplanned. Hvammurin reistur   Í dag var reisigildi í Hvamminum í Tórsbyrgi. Við Jón Kragesteen sum undangongumanni og stigtakara, hava fólk í Tórsbyrgi, sum er elsta eigarafelag í landinum, samstarvað við teir báðar grannarnar Lágargarð, omanfyri, og Boðanesheimið, niðanfyri, um eitt vakstrarhús, har grønmeti skal dyrkast á 120 innilokaðum fermetrum á staðnum har, sum teir tríggir matriklarnir møtast í gróðrarríku lagdini.  Formaður í eigarafelagnum er Høgni í Stórustovu, sum hevur verið í hjallinum eftir flagginum og á mittastu myndini niðanfyri sæst ovastur í stiganum. Elsti maður í Hvamminum, Gunleivur Dalsgarð, opnaði og skonkti skúmandi vínið. Børnini fingu sodavatn og gummibomm. 36 hús eru í Tórsbyrgi, har tey fyrstu fluttu inn í 1976. Gunnar Hoydal hevur teknað húsini, sum í mun til aðrar kommunalar byggiætlanir liggja sjáldsama væl í lendinum. Eftir kommunalu byggiætlanina Tórsbyrgi komu Berjabrekka, Inni á Gøtu og Millum Gilja. At dyrka grønmeti til egið borð, er eitt rák, sum fer um allan heim, og nú eisini er komið til okkara í eysturbýnum í Havn. Her hava kvinnurnar við Janu Mikkelsen á odda longu havt plantukassar, sum síggjast til høgru á myndini niðanfyri, í eina tíð og við serligum hepni dyrkað hvítleyk og so gularøtur, pastinak, hvítamai, radisur, lollo bionda, grøntkál og brokkoli.   - Gudmund Nielsen, byggifrøðingur, hevur teknað vakstrarhúsið í Hvamminum út frá teirri fyritreyt, at tey skulu passa til vindeyguni frá Boðanesheiminum, og eisini verið fakligur vegleiðari. Janus Petersen, verkfrøðingur, hevur ráðgivið. Nú fara vit at gera eina ætlan um innrætting í nýreista vakstrarhúsinum við skilaveggum, har vit umframt plantur og produktión, eisini ætla at hava undulátar, sigur Jana, og fortelur mær, at ikki færri enn 18 undulátar eru í bara tveimum húsum her í býlinginum.  - Umframt góðu royndirnar við grønmetiskassunum uttandura, ætla vit at fáa passiónsfrukt og jarðber at vaksa innandura, tá Hvammurin er innilokaður, sigur Jana og hyggur oman á Boðanesheimið, sum sæst í baksýni á myndunum niðanfyri. - Týðandi og sjónligur partur av vakstarhúsinum verða vindeyguni í júst hesum næsta grannahúsi, Boðanesheminum, sum av einum konstruktiónsfeili verða skift út, og so koma her niðan í Hvammin, í staðin fyri at verða koyrd burtur, sigur Jón, og ger vart við, at hetta hugskot um nyttu og endurnýtslu í nærumhvørvinum kom frá Kemm Poulsen, tá hann var til umlætting á heiminum og sá niðan í brekkuna.  - Nýggju vindeyguni eru komin til landið, sigur Jón, ikki sørt spentur um, hvussu veggirnir í Hvamminum endaliga fara at taka seg út tá vindeyguni eru sett í. Bæði Tórshavnar kommuna og Búnaðargrunnurin hava stuðlað ætlanini við Hvamminum. Í umsóknini til Tórshavnar kommunu varð dentur lagdur á alivøkstur, aquaponics, sum er, at fáa plantur at vaksa í vatni, sum fiskur taðar.  Í grundevingini fyri at stuðla ætlanini við Hvamminum í Tórsbyrgi, sigur Búnaðargrunnurin, at ”Tykkara umsókn leyk á sera góðan hátt ásetingina í reglugerðini um, at umsóknirnar skulu kunna metast at hava munandi týdning fyri menning av føroyskari grønmetisvelting og grønmetisframleiðslu. Eitt tungtvigandi atlit í metingini var tykkara ætlan um vitanaruppbygging og vitanarbýti, sum skal gerast av kønum fakfólki.” At stíga út á lyftið Átrúnarliga orðalagið ríkar málið, eingin ivi um tað. Tak nú tíðindafundin, har kristni Miðflokkurin reið av miðgarði og pressaði nøkur uppáhald á verðsliga veggin, har hassjtagg kristinvirði stóðu niðast. At stíga út á lyftið kalla tey tað, tá litið verður á Harran, og hin rættrúgvandi befallar seg í hansara hendur og gevur upp alt verðsligt starv, nú tey halda, at  Føroyar eru farnar av kós. Tá eigur ein at lesa Sálmin 37,3 um at líta á Harran og gera tað, sum gott er, liva í landinum og tó halda seg burtur frá verðsligari makt, ið bara hevur girnd sum grund. Tá umræður at døma onnur og føra seg sjálvan fram um hin dømda, eigur til áminningar at verða lisið í Matteusi 7,1-2 Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd, og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált. Er úrslitið av verðsliga valinum tó soleiðis, at hin rættrúgvandi kemur til kors og fær ikki sess teirra heilagu, eiga øll samvalevni at vera um hin óvalda og troysta hann við dropatiknum drykki og troystarorðum Sálomon kongs: - Gev honum sterkan drykk, sum er undirgangi nær, og honum vín, sum gongur við sorg í sálini! Lat hann drekka, so hann gloymir armóð sína og minnist ikki møði sína longur! Skal tingarbeiði ikki verða stýrt av opnum og gjøgnumskygdum fólkaræði, men av døktduldum kreftum, sum førbøn, hondspáleggilsi og øðrum voodookynstri, ið skal gera av, hvør kemur á ting fyri jarðiska løn, fundarpening, koyripening, eftirløn og bíðipening - og ikki savnaðun ágóða í himli, sum sagt verður á hinum talarastólinum - so eigur at vera farið har út við Strond at halla seg til vitni hins heilaga Jehova, ið ikki blanda seg uppí verðsligt vald, og bara vaska vindeygu. Tí sigi eg tykkum, farið heldur og vaski vindeygu enn at stilla upp. Tá stíga tit út á lyftið. Ræst í ein fart Nýggi føroyski køkurin hevur ikki bara gjørt tað vanligt at fara út at eta á høgum matlistarligum støði, men eisini enduruppfunnið gamlar rættir og matgerð. Ræstur fiskur er eitt øki og støði, sum tykist rúma nógvum, eisini við garnatálg, sum ivaleyst er ein stór avbjóðing, tá umræður at finna markið fyri, hvat býarbúgvin vil rinda fyri og njóta, tá hann ella hon, eins og útlendsk ferðafólk, fara á kafé mitt á degi í miðbýnum.  Tað royndi eg henda dagin í Bitanum, sum er við Steinatún í hølunum, har ikki bara Simme Musikkhús einaferð var, men eisini barberurin og rithøvundurin Valdemar Poulsen, og seinni bilstøð og sjónvarpsleiga. Setir tú teg við vindeygað omaneftir, sært tú oman á ístandsettu handilshølini hjá kommununi, har S.H.J. Radiohandil einaferð var við grammofonplátum innan tey fluttu oman í handilshølini hjá Ebbu, har Basalt og Landskrona eru í dag, og Guðrun & Guðrun aftur eru komnar inn, eftir at hava hildið til hjá gamla Ælaboganum omanfyri Kissa í Tórsgøtu. Og meðan eg úr panoramavindeyganum hyggi oman eftir gongugøtuni, sum til vinstru hýsti Thomas Dam við knallertum og Hans Joensen við klædningum, og so Handilskjarnanum, ið átti einastu føroysku rullitrappu, men aldri korresponderaði við risastóra Føroya Banka hinumegin, sum nú er tekniskur partur av Tórshavnar kommunu og á niðastu hædd Visit Tórshavn og Gómagott, so er Esther komin við matseðilinum, og eg bestilli nummar eitt, ræstan fisk. Millum útlendsku ferðafólkini vil eg kanna, hvussu tey uppliva, fata og taka til sín eina nýtransformeraða siðvenju úr gamla føroyska køkinum, fyri ikki at siga hjallinum. Ræst og garnatálg. Eftir lítlari løtu er hann komin, bitin við røstum fiski, ið er vendur í garnatálg, fiskurin, við dampaðum spískáli, dildmajonesu, súltaðum stikkulsberum og garnerað við vesterhavsosti, ið er rivin, so tað sær út sum ull omaná fullkornsbitanum. Meðan eg lesi enska tekstin á matseðilinum, matstovurnar hava verið framúr at enduruppfinna málið, og tyggi uppá orðið fermented, ið hevur vælsignað føroyska ræsing og sett hana í ein heimssamanhang, smakki eg bitan, leitandi eftir grantálgini og ræsta fiskinum, tí eg væntaði, at hetta kundi gerast ov stór avbjóðing hjá ferðafólki, serliga teimum, ið hava verið í Íslandi og roynt havkall, bara fyri at smakka Svarta Deyða, sum tey gera við maðkum og tekila í Meksiko.  Men nei, her varð einki, ið legði seg tjúkt og óunniligt upp undir góman. Her var fullkomin harmoniur og sloktur vælsmakkur, við varisligum tónum úr eini væl komponeraðari symfoni úr Norðurhøvum.  Hugtakandi sjáldsamt og mettandi, hóast undirliggjandi bitin bara er ein hálv breyðflís.  Hóast sýnið omanyvir bitanum kundi verið grafiskt greiðari enn ein ullarlagdur úr Norðurhøvum, so smakkaði ræsti middagsbitin mær framúr. Hetta var eksotiskt, passandi til eina avmálda máltíð á middegi í miðbýnum, nú samfelagið fer í gongd aftur, og tú kanst fáa ein skundverð, har hin ovasti er ræstur, í ein fart og uttan at fáa parkeringsbót.  Væl gagnist! Maradona í Filmsfelagnum Rebellur. Hetja. Svindlari. Gudur. Øll hesi heiti standa á plakatini, tá Filmsfelagið sýnir spildurnýggja heimildarfilmurin Diego Maradona mikukvøldið 4. september. Hetta er upptakt til fótbóltsdystin millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli, sum er dagin eftir. Fótbóltskennarin og útvarpsmaðurin, Suni Merkistein, fer at innleiða hesa sýning í Filmsfelagnum, sum er hin fyrsta í heyst. Diego Maradona varir meir enn tveir tímar og byggir á fleiri enn 500 tímar av filmi, sum ikki eru sæddir áður. Tað upplýsir lítla danska arthaus felagið, Angel Films, ið varð stovnað í 1988 við heimstaði í Lyngby. Tey innflyta listaliga áhugaverdan film til Norðurlendska marknaðin. Diego Maradona stillar nákvæmt á hin kenda fótbóltsspælaran Diego Armando Maradona, sum í dag er 58 ára gamal. Í staðin fyri at lýsa alt úr hansara hendingaríka lívi, hevur leikstjórin Asif Kapadia, sum eisini gjørdi filmarnar um Amy Winehouse, sum vann Oscarvirðislønina, og um Ayrton Senna, valt at siga søguna um fortíðina hjá argentinsku legenduni í S.S.C. Napoli árini 1984 til 1991. Hetta var eitt virkið tíðarskeið hjá Maradona: seks kappingarár, tvey heimsmeistarskap, ein kærleikssøga av skandaluslagnum, eitt barn, kokainmisnýtsla og sambandið við mafiuna. Atgongumerkjasølan til Maradona-sýningina í Filmsfelagnum er byrjað. Trælaskip í koronatíð Jógvan Hugo Gardar tók myndina í Ánunum Korona leggur nógv á blik. Tá hugsi eg ikki bara um uppstandilsið á arbeiðsplássum, tá onkur hevur ferðast, sum eg sjálvur gjørd síðst í februar, men heldur um russiska flotan, sum fiskar á okkara leiðum, og so liggur í føroyskari havn og umskipar veiðuna í teirra egnu móðurskip, innan næsta túr. Og tað eru ikki hissini skip. Í fólkatali eru tey sum øll fólkini í Kirkjubø, ella øll fólkini í Famjin, ella øll fólkini í Sandvík, ella øll fólkini í Lopra, umsett til menn, bara menn, sum í arbeiðsførum aldri, forvinna til alla bygdina. Nú varð so staðfest, at fleiri av manningini í tveimum av hesi flótandi russisku fjarstøðubygdum høvdu korona. Hvussu føroyski kanningarmyndugleikin varð sloppin umborð at kanna veit eg ikki, men tá eg frætti at skipini fóru avstað, annað norðureftir at fiska meir og hitt suðureftir í hitan at selja, fekk eg tann tanka, at hetta var eitt upplagt stað at filma eina framtíðardystopi, sæð við føroyskum millumtjóðaeygum, um tað bara eydnaðist einum filmsliði at planta eitt ella fleiri loynikamera umborð, ella fekk ein fiktivan persón at mynstra og vera keldu, og so hvørva í eini tryggari havn. Jógvan Hugo Gardar tók myndina í Ánunum Greitt er, at í samfelagsskipanini, sum hesi skip eru tengd at og virka undir, eru mannalív bílig og hava lítlan týdning, forvinna tey ikki útgerðarmanninum til dagin og vegin - og helst eitt sindur afturat. Hvussu livikorini eru umborð, vita vit einki um og sætt at siga rakar tað ikki okkum.  Og tó. Fyrr hevur ein føroyskur garnabátur verið filmaður við journalistiskum nærlagni og nýskapandi filmiskum frásøgusnildum, millum annað úr tyrlu og brandstiga, so tað longu tá sá út sum úr dronu, tá ein av manningini hvarv. Ein skakandi søga úr okkara egna flota um at forvinna til dagsins uppihald hjá næstrafólkum, ið sita hinumegin á klótuni og bíða eftir at fáa eina tuggu í munnin. Í hesum nýfunna profittmaksimerandi russaraumhvørvi, ið føroyska summarkoronan av tilvild avdúkaði, og har proletarar neyvan hava stúvað seg saman av egnum fríum vilja, men heldur eru nútíðar trælir, røkkur eingin myndugleiki annar enn ótamdur Mammon, og so teir samstarvsfelagar, hesir andlitsleysu trælahaldarar finna á leiðini meðan teir hugfarsliga sigla á lívshavsins bylgjum. Við sendingini um føroyska garnabátin og bankabókini um svik í bakspegilinum, seti eg mítt álit á, at upphavsmaðurin og reportarin kemur aftur úr farloyvi og møtir væl upplagdur til arbeiðis at geva okkum innlitsfullar upplivingar saman við framúr myndamanninum. Kanska serliga har tað snýr seg um proletrarar, ið ongan góðan eiga, tí eingin talar teirra søk. Og hví skuldu vit tað. Trælatíðin er jú langt síðan av. Tað læra vit í skúlanum. Og fyri at gera allan søguligan iva til skammar, samtyktu Sameindu Tjóðir eftir kríggið eina yvirlýsing, sum í grein fýra sigur, at: Eingin skal liva í trældómi ella trælkan; trældómur og trælahandil av øllum slag skulu verða bannað. Men koronasmittan fekk meg at síggja øll trælafrígerandi frælsisbrøv í nýggjum ljósi, gjøgnumlýst av nýfunnari mammonsmittu. Um mammon er upprunaliga sjúkan og korona bara er lakmusroyndin og endaliga staðfestingin av einum sjúkum samfelag, skal eg ikki taka støðu til. Bara, at nú landið er við at koma í gongd aftur, leingist mær eftir innlitsfullum upplivingum av heimrustini. Meir býr ikki í orðunum, ið eru ein heilsan til øll, ið eru komin úr summarferiu, og so serliga til ein journalist og myndamann úr okkara egna veruleika.  Vælkomin aftur til arbeiðis! Nú strika vit danskt Sjónvarpsaltarið eftir formansrunduna týskvøldið Enn einaferð minnir føroyska almannavarpið okkum á sniðfundiga snedigu sendingarnar hjá Anders Lund Madsen úr Fugloy. Tíðarleysar í nógv størri mun enn tær grynru hjá íslendska Andra, í løtum skemtiligar, ja galgenhumoristiskar , fyri at brúka eitt danskt orð. Tí danskt er tað, hóast almannavarpið í arbeiðs- og virkishugsjón sigur, at tað er fremsti mentanarberi, sum arbeiðir fyri at varðveita føroyskt mál, almannavarpið. Hvørja ferð eg hoyri og síggi Anders Lund Madsen beundri eg hansara tosingarlag, evnisval og almenna stíl, ikki minst hársniðið og klædnastílin. Men stílurin er onga løtu borin av føroyskum máli, heldur ikki tá hann vitjar tann kunngjørda partin av Danmark (sic!), sum er Fugloy har úti í donsku havsbrúnni. Við sínum danska máli møtir hann fugloyingum í túninum, sum eisini svara aftur á hansara máli - donskum. Sum dansktlærari má eg siga, at alla mína tíð havi eg hugsað um danskt í føroyskum skúla sum eitt vagl og ein sjónarválur fyri heimsbókmentum og tekstanalýsu, sum føroysktlærarin ikki hevði stundir til. Alt samalt partar av móðurmálsundirvísing í øllum londum, sum hava eitt ment og virkandi mál í heimi, skúla og í øllum tí, vit vanliga kalla almenna rúminum. Um dagarnar var frammi, at vit skulu tvangsinnleggjast til týskt, tí tað hava danskarar altíð gjørt. Tað er teirra stóri traumagranni fyri sunnan. Men okkara traumaskýggi er hin danski við øllum tí, sum tey føra inn á okkum, danskararnir og teirra myndugleikar, miðlar og bókaforløg. Tað kostar okkum hópin av arbeiðs- og lærutímum til lærugreinina danskt gjøgnum allar skúlaskipanir. Tað førir eisini við sær, at vit uppdyrka eitt parralellsamfelag við donskum og ódonskum tilfari á flest øllum stigum. Tað elvir aftur til, at føroysk forløg aldri fara at megna at kappast við hundrað ferðir størri forløg, sum í Danmark gera móðurmálstilfar til teirra børn, teirra ungu, teirra eldru og teirra tilflytarar, og sum føroyingar altíð hava adopterað so vist sum amen í kirkjuni. Og í hesum meldri av fakum, har hvørt fakið hevur sítt navn frá fyrsta skúladegi, er skjótt at síggja tað høpisleysa at skipa og skifta tímatalvuna í smærri og smærri bitar, nú eisini við kravdum týskum frámerki í tvey ár í fólkaskúlanum fyri at sleppa víðari. Tann tankin er ikki serliga føroyskur, tað eg veit. Heldur er tankin um eitt heildarsýni nærri at fleiri føroyskum skúlahugsanum. Sleppa vit donskum í skúlanum, og bindingini um henda viðfáning í øllum heimastýrislógum, so geva vit nýtt rúm at menna eitt móðurmál, okkara egna, og ikki eitt gnadd av einum fremmandamáli, sum í einum øðrum landi er móðurmál, men ikki her hjá okkum. Tað er nú at vit eiga at strika danskt á tímatalvuni og fáa rúm fyri teim visiónsbundnu heildunum, sum nútíðar skúlin krevur. Kotilett við útsikt og søgu Her var tað at gastronomiska matlistin byrjaði í Føroyum -  á Skálatrøð, har útsikt eina løtu eisini var til hámentað Tjóðleikhús mitt á trøðni í Havn. Sum útsiktin vísur er sentrala høvuðsstaðarplássið lagt út og strikað av til parkering hjá arbeiðsfólki og útróðarmonnum allan sólarkringin. Tað er gott, tí her við Irish Pub møtast eisini útlendsk ferðandi at parkera og fáa mettuna fyri ein bíligan penga. Og ongastaðni fæst hon so passalig sum her, mettan. Ein risastór kotilett av svíni við sós, kips og reyðkáli fyri 95 krónur. So ódýra fært tú fólksligu mettuna, tí hetta er verkamannakostur burturav, ið dregur viðskiftafólk til sín, tí tey eru sosialar verur, ið fara hagar onnur fara, og har sum viðmælt verður á tvittrum og øðrum miðlum teirra millum. At køkurin í Irish Pub fyri stuttum varð kosin Føroya reinasti í eini kanning hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, ger tað ikki verri. Og so hoyrir tú Útvarpið og sært beinleiðis fóbóltsdystir niðri undir. Eitt sovorðið stað hevði eg eisini vitjað, var eg staddur í fremmandum býi. Frálíkt kav í undirverðina at møta lokalum og øðrum ferðandi. Og í meðan andar søgan. Undir loftinum er kort av írska høvuðsstaðnum, Dublin, og higani eg siti, síggi eg hálvoynna Howth, sum er vakrasti staður eg havi vitjað, helst tí at tað var har, at eg fyrstu ferð hoyrdi søguna um jaktina Asgard , sum norski Colin Archer teknaði og varð brúkt til vápnasmugling í 1914. Í dag stendur jaktin í Collins Barracks, har føroyska framsýningin Veiðimentan í Útnorðuri varð hildin eftir aldarskiftið. Søgan um Howth og the Asgard er hin mest rebelska romantikarasøgan á okkara leiðum. Og so ein slank í gastronomisku søguna á júst hesum stað. Leif Sørensen, sum niðanfyri sæst við høgru lið á Poul Andrias Ziska fyri tíggju árum síðan í sama køki, var ein av kokkunum á danska  Kommandanten , ið sannførdu eitt altjóða dómarapanel um, at júst tann matstovan skuldi hava ikki færri enn tvær Michelinstjørnur tann tíð tað var. Í 2004 var Leif ein av teimum, sum skrivaðu manifestið Ny Nordisk Køkken. Síðani flutti hann til Føroya og stovnaði matstovuna Gourmet , her sum Irish Pub er í dag. Eg vil ikki taka meg aftur í at siga, at Gourmet var Føroya fyrsta fínari matstova. Saman við Mortani í Hamrabyrgi og øðrum var Leif við at mynda Tórshavnar Matfestival í Vágsbotni og út eftir Bryggjubakka í 2009, tá Tórshavnar kommuna hátíðarhelt 100 ár sum fólkavald kommuna. Eftir hetta og fram til 2014 stóð Leif á odda fyri Koks , ið er fyrsta føroyska matstova, sum leggur seg eftir at brúka føroyska rávøru á hægsta stigi. Trý ár seinni fekk Koks fyrstu Michelinstjørnuna. Fyri Atlantsflog prátaði eg tá við stjørnukokkin, Poul Andrias Ziska, sum nú hevur fingið dupult so nógvar Michelinstjørnur - tvær - til landið. Her er eitt klipp úr samrøðuni við Poul Andrias í 2017 um fyrstu stjørnuna: - Tað var rættuliga tilvildarligt, at eg bleiv kokkur. Eg visti tíðliga, at eg skuldi ikki sita leingi á skúlabeinki, tað var so heilt vist. So las eg eina grein í Sosialinum um matstovuna Gourmet , sum eg helt sá spennandi út, tí hon visuelt var so flott. Eg søkti um lærupláss har, og fekk tað sum 18 ára gamal. Men tá visti eg enn einki um, hvussu alt hekk saman og um mat yvirhøvur. Áhugin og vitanin eru komin so líðandi gjøgnum alla lærutíðina, og vaksa alla tíðina, sigur heiðraði stjørnukokkurin og ljóðar hugsunarsamur, meðan hann heilt vist strýkur sær eftir skegginum. Koks byrjar - Tá Gourmet stongdi, fóru vit, næstan alt starvsfólkið, niðan á Hotel Føroyar. So var eg í læru har og arbeiddi eitt ár í stóra køkinum, har tey matgera til allar veitslurnar. Tað var ógvuliga læruríkt. Tá Koks stóð klárt og allar umvælingar vóru lidnar, haldi tað var í apríl í 2011, tá byrjaði eg har sum lærlingur. Tá nakað var fráliðið, bleiv eg souchefur og fekk ábyrgdina av dagligu driftini í køkinum, sigur Poul Andrias. Johannes Jensen, sum er stjóri í Koks og valdur ársins leiðari á privata marknaðinum, sigur, at tað serliga við Poul Andrias er hansara passión og óvanliga nærlagni í allari matgerð. Hann var sjáldsamur tá og er enn ikki sum onnur, sigur Johannes og flennur. - Hann hugsar øðrvísi. Sansirnir eru settir ørðvísi saman, og hann raðfestir, smakkar og luktar seg fram í tilveruni, heldur enn bara at brúka oyru og eygu og so ikki meir. Hann er altíð outside the box, onkuntíð utopiskur, men hann hevur framvegis ein óvanligan sans fyri perfektión í smálutum. Eg vil lýsa hann sum ein elegantan, men villan kokk, sum fyrst og fremst letur passiónina ráða og vinnur á teimum villastu køksdystum og megnar afturfyri at vinna á øllum tí besta í hvørjum smáluti, altíð, dag og nátt, sigur Koksstjórin Johannes Jensen um Poul Andrias. Matgerð og tað kreativa í skúlanum Vit skifta orð um skúlan og lærugreinina heimkunnleika, sum er hin best skipaða og dýrasta í allari skúlaskipanini, tí hon gevur størsta tímaniðurskurð. Eg fritti Poul Andrias, um tað var henda lærugrein, ið skumpaði hann móti yrkislærda kokkayrkinum og nývunni stjørnuni? - Nei, sigur hann av baksetrinum í svenska taxabilinum, grínur hart og slær seg á knøini, so tað syngur eftir í. -Tað var tað slettis ikki. Eg kann siga nógv um skúlagongdina, so sum at tað var stuttligt við vinum og góðum samanhaldi, men at sita stillur inni í tímanum, tað lá ikki til mín. Tað var ikki skúlin, ið fekk meg at gera mat! Johannes leggur afturat, at hann ivast í um ungu kokkanæmingarnir yvirhøvur vita um matgerð og lærugreinina heimkunnleika í skúlanum, hóast teir heilt vist verða drignir at umhvørvinum. - Tí tað er kul at vera kokkur allastaðni í heimunum, tað er ein serligur lívsstílur, sum passar dreingjum, og tá er allur heimurin pallur. Tað krevur adrenalin, áhaldni, press, larm, tempo, men tað krevur eisini disiplin, sigur Johannes Jensen, stjóri. Sum gamal nevndarlimur í Lærarafelagnum og hartil lærugreinaráðgevi oti eg meg inn á fakøkið og vil hoyra, um fyrsti føroyski Michelinstjørnukokkurin hevur nøkur ráð til skúlan, kreativu lærugreinirnar á Læraraskúlanum og kanska júst lærugreinina heimkunnleika í Fólkaskúlanum í dag? At læra at eta rætt - Eg veit einki um heimkunnleika og hvussu hasi viðurskiftini eru í dag, men vit síggja øll, hvussu tey gera aðrastaðni, har tey leggja størri og størri dent á júst tað kreativa og á mat. Í Amerika er tað vorðið væl umtókt at borðreiða burðardygt í øllum kantinum, og frá barnsbeini at venja børnini at eta sunnan, góðan mat og vistføðiligt grønmeti, soleiðis at tað verður ein sjálvsagdur partur av kostinum, eisini tá tú verður eldri. Tað haldi eg vera tað týdningarmesta, at fáa inn í skúlan í dag. At læra at eta rætt, heilt frá barnsbeini, sigur Poul Andrias sannførdur í telefonini, meðan eg uppdagi, at iPhonein ikki tekur telefonsamrøður upp, so eg í stundini má læna eina aðra, at leggja á borðið at brúka sum diktafon at bjarga restini. Soleiðis hevur alt sínar avmarkingar. Matgerð sum ferðamál Eg grundi yvir, hvat tað er, sum ger, at ferðafólk, og nú eisini altjóða Michelindómsnevndin, eru so fegin um føroyska matgerð, at tey í fullum álvara koma higar bara at royna okkara matstovur. Hvussu ber tað til at føroysk matgerð er vorðin eitt ferðamál? - Tað eru mong og ymisk viðurskifti, ið hava elvt til henda veruleika. Eitt er rávøran. Hon er so fantastiska góð, tí hon fæst beint úr sjónum. Alt er so tætt við, at vit kunnu bjóða feskari vørur, enn nakar annar í nøkrum øðrum landi nær náminda. Vit eru so tætt við sjógv og hav, at vit kunnu borðreiða fiskin eina lítla løtu eftir at hann er veiddur og komin inn um køksdyrnar. Góðskan er altíð hin besta. So hava vit eina matmentan, ið er bæði sjáldsom og einastandandi, hon er unik, sigur Poul Andrias og nevnir skerpikjøt og garnatálg. - Tey finnur tú ikki aðrastaðni í verðini, skerpikjøt og granatálg, og hetta unikka upplivilsið er júst tað, sum fólk tendra uppá í dag. Á matstovuni Koks arbeiða vit nógv við hesum kontrastum, at bjóða tað heilt feska, og so tað øvugta, tað ræsta og skerpikjøtið, sum hevur ein sterkan og treystan smakk afturímóti. Dámar ferðafólki garnatálg? Tá fái eg beinanvegin hug at spyrja balstýrna stjørnukokkin, um hann aldri hevur rent seg í mark, tí útlendingurin ikki dámar óvæntaðu føroysku avbjóðingina? - Jú, fyri summi hevur avbjóðingin onkuntíð verið dekan ov herskin, jú. Men tað er júst hetta, ið ger tað stuttligt í kokkayrkinum. Men skulu vit pliisa fólki alla tíðina, so hendur einki. Tað er lætt at gera góðan mat, gamaní. Men matur skal eisini flyta okkurt í fólki. Tað er sum tá ið tú gert eina plátu, sigur Poul Andrias og nevnir kreativu føroysku tónleikavinnuna. - Allir sangirnir eru ikki hit á hvørjari útgávu, men kanska tú fært okkurt burturúr hinum kortini, tekstinum og útsetingini til dømis. Inn í matstovuna koma sjálvandi fólk, ið ikki eru von við garnatálg, og halda hana vera ov fremmanda og beinleiðis frástoytandi. Tað er ein partur av upplivingini, og tað haldi eg, at tey skilja og halda vera stuttligt. Sum frá líður, er tað júst tað, ið mennur okkara fak, sigur kokkurin á Koks. Er Michelinstjørnan tung at bera? Eftir alt hetta hóvasták í pressuni og vinnuni, vil eg at enda spyrja Poul Andrias, um nývunna stjørnan leggur eitt trýst á hansara ungu herðar? - Ja, tað ger hon. Men vit royna at hava bæði beinini á jørðini, tí vit vilja ikki, at hetta skal ávirka okkum og okkara arbeiði, sigur Poul Andrias og leggur skemtandi afturat, at kanska fer hann nú at smakka sósina tríggjar ferðir, heldur enn tvær ferðir sum hann gjørdi fyrr, innan hann setti á borðið. - Men vit fara ikki at leggja hvítar dúkar á borðið og at hava polerað silvur, bara tí at Michelin sigur tað. Vit hava okkara egna stíl, sum vit halda fast í, uttan at lata okkum ávirka ov nógv. Um vit hava eina stjørnu ella ikki, so royna vit altíð at gera alt okkara virksemi enn betri hvørja einastu ferð. Tað fara vit at halda fram við. Og førir tað til fleiri viðurkenningar, sum hesa, so er tað bara fantastiskt. Umráðandi at næmingar halda á Eru nøkur góð ráð til skúlatroyttar ungar dreingir, sum eins og tú vilja royna matstovuyrkið? - Eg haldi, at óansæð hvat tú gert, so fært tú mótstøðu. Tá er umráðandi at blíva við og megna at halda fram. Tað eru míni bestu ráð. Tað hava sanniliga verið løtur í mínum kokkayrki, eins og í míni skúlagongd, har eg hugsaði djúpt um, hví eg gjørdi hetta, og hví eg blívi við at gera hetta her. Tá eru míni ráð, at grípa í egnan barm og akseptera, at tað er hart, jú, men akkurát tá, og í teirri støðu, er avgerandi, at tú heldur á og ikki gevst. Tú gert altíð sjálvur av, hvussu tú tekur ímóti og loysir tær uppgávur og avbjóðingar, tú fært. Hevur tú harafturat eina positiva meting av tínum arbeiði, og av øllum tí, tú fæst við, so verður tað altíð gott, sigur Poul Andrias. Hann fær meg at hugsa um ein lyklasetning í allari orðamongdini, sum tað almenna hevur smíðað til skúlanæmingin: í treysti til sín sjálvs. Altíð í treysti til sín sjálvs. (Brot úr samrøðu í Atlantic Review 2017) Tað er nú gott við eini journalistiskari yvirfriðingarnevnd Í flaggskipinum hjá almannavarpinum, Degi og Viku, var í gjárkvøldið eitt sjáldsama nýupplýsandi innslag um stættarsamfelagið Føroyar. Eitt starvsfólk á Hagstovuni segði greitt frá tølum, sum eru dagførd so nær okkara nútíð, sum Hagstovan megnar, at stættarsamfelagið, tað er gjógvin millum rík og fátæk, veksur í framlagda tíðarskeiðnum og ikki er ein saga blott. Ójavnin veksur. Eftir sjáldsama innslagið varð eg stórliga bilsin, at tað ikki var ein annar starvsmaður á Hagstovuni, sum varð fakligur framsøgumaður í almannavarpinum í júst hesum máli. Men hyggasíggj, í stundini var starvsfelagin, eg hugsaði um, á Føroya fremsta palli at rætta fyrra starvsfelagan fyri almanna eygum - á Facebook . Ikki bara rættar hann sarvsfelagan, sum hevur dirvið at siga løgmanni mitt ímóti, men hesin senni, sum ikki slapp til orðana í Degi og Viku, nevnir eisini upp í saman navnið á sjónvarpsjournalistinum, sum ger sítt góða, kritiska og vælfunderaða gerandisarbeiði á einum fakliga góðum og kommunikativum støði. Mundi tað vera tí, at sami journalistur einaferð varð uppstillaður fyri ein annan flokk og tí skal eyðmerkjast sum óvederheftigur, tí hann ikki intervjúvar tey røttu fólkini, men fer eftir teimum, sum starvssetti fakredaktørurin í almannamiðilinum sigur? Sum ein eykaágóði, nú val er útskrivað, fáa vit í somu rætting eisini boð um manipulatión og feyknjús. So kemur eitt heilt skarvslop av deilingum á fólksins fremsta miðili, sum also ikki er Kringvarpið, men Facebook. Í hesum blómandi besserwisser melduri frá Føroya best skipaða reyðrósuflokki upp undir valið má eg siga, at tað er gott, sera gott, at vit hava eina journalistiska yvirfriðingarnevnd, sum beint fram sigur, hvør hon sjálv er og hvat satt er. Tað er trygt at vita, tá krossurin skal setast seinasta dagin í hesum. Tá herverk verður gjørt á landið Innan mánaðurin er úti, hevur løgtingsval verið í Føroyum. Tó er eingin myndugleiki, ið enn setur seg upp afturá at steðga jørð- og betongarbeiðnum í Saksun, har eitt himmalrullandi rimaportur við gulum gjaldsterminali er sett upp á einum vegi, sum onkur borgari, ið heldur eingin myndugleiki tá kundi steðga, hevur gjørt. Himmalska rulliportrið hevur tað til felags við vegin, at tey dyrka art brut , tað ljótasta og mest brutala í allari landslagaðari installatiónslist beint upp at vøkru ánni, har Torstein og teir fyrr royndu við flugu. Soleiðis fer alt. Syft, sum ein fluga. Í løtuni manglar bara víðkaða traktorrulliportrið, so er landslagsinstallatiónin fullkomin og fullgjørd. Tað hevur listamaðurin sagt í miðlunum. Hvør hevur latið stuðul til hesa verkætlan? Tað kann so ikki vera Sunda kommuna, sum hevur ein skilagóðan og ítøkiligan mentapolitikk, har lurtað verður eftir borgaranum, tað eg veit. Og hvør skal beina fyri betongfundamentinum og allari listainstallatiónini, tá onnur koma til, sum hava eina aðra fatan av landslagslist? Eitt hanagleiv longur suðri, har frammi við Gjónna, hevur ein matstova, ið er eins navnfrom og øll Saksunar søga, samstundis fingið forboð fyri at virka, tí ein hjallur, nýggjur fyri ein gamlan, er settur á lendið. Tað verður so ikki her at amerikanski forsetin verður flogin inn at eta, tá hann skal hitta løgmann eftir valið, tí tá skal matstovan verða burtur, burturvíst úr føroyskum haga fyri fyrsta september. Og dagin fyri hevur verið val. Landspolitiskt løgtingsval. Hvønn skal man velja, sum ikki ger herverk á landið? PS! Hetta er fyrstu ferð eg havi skrivað ein blogg uttan mynd. Tær vóru allar ov ljótar. Bygdirnar draga, siga ferðafólkini - Tað eru føroysku bygdirnar, sum draga, sigur virðislønti ferðabloggarin Eric Stoen, sum var her í farnu viku við 11 ára gamla soninum. Síðan hevur Eric Stoen skrivað ferðabloggin Travelbabbo og gevur á Føroyaferðini í farnu viku Odu W. Andreasen toppkarakter fyri Mykinesferðina, sum er skipað undir navninum Go Local . Á einum greiðum øðrum plássi er bygdin við Gjógv, sigur ferðabloggarin, sum hevur vitjað í fleiri enn 90 londum og altíð er praktiskur og upplýsandi fyri lesaran, eisini um minni heppin og ikki sørt kritisk viðurskifti á ferðini, men ikki hjá Odu, sum omanfyri hevur borðreitt við eksotiskari súpan fyri gestunum. Niðanfyri sæst Maud Østerø av Trøllanesi, sum eg avmyndaði í fyrrárið. Maud og dóttirin Anna, sum er kokkur í Áarstovu, eru farnar at selja tiltiknu Trøllaskinkuna í Kioskini á Trøllanesi. Tær lata væl at søluni, og siga at bæði føroyingar og ikki minst nógvu ferðafólkini fegnast um at sleppa at royna heimsins norðastu turkaðu skinku saman við Múlaosti. Tað var á heysti í 2017 at Jógvan Høj, sum hevur ættarbond á Trøllanes, og íverksetarin Johan Mortensen, lántu ein av Uttastovuhjallunum og hongdu 80 skinkur, sum hvør vág 4 kg, at turka. - Tað vísti seg skjótt, at Trøllanes er góður staður at turka skinku. Eftir eitt knapt ár norðuri á Nesi, og síðan eftirturking í Klaksvík, er úrslitið ein væleydnað og vælsmakkandi skinka, siga ter báðir, sum halda fram at turka skinku og ost á Trøllanesi komandi vetur. - Tað er hugaligt at stóra ferðafólkatalið út í Kallsoynna er við at menna hesa gastronomisku og staðbundnu attraktión á Trøllanesi, siga teir, og vísa eina mynd av katalonska Carles Puigdemont, sum saman við Høgna Hoydal fekk Trøllaskinkuna og Múlaostin at smakka í fjør. Summardáar til Elviru eitt valkvøld Vit leggja summardáar á grøvina hjá Hedvig Jensen og Sixten Sparre. Siður er, at brúðrarnar, ið verða vígdar í hesi kirkju, leggja blómur á grøvina hjá "Elviru", henni, sum aldri fekk eina brúðarbukett. Staðurin er syðst á Fjóni, tí landfast er við brúgv frá Svendborg til oynna Tåsinge, har smábýirnir Vindeby og Troense eru. Her er Landet kirke, sum helst er hin elsta av trimum. Hóast hon er eini fimmhundrað ár ella so eldri, dagar árstalið 1634 og bókstavirnir PSA, sum standa fyri Peder Søffresen Aarhus, ið var prestur her tá kirkjan varð bygd, fram, tá hugt verður upp á tornið. Men mangar ferðir kendari eru upprunaligu gravsteinarnir hjá danska línudansaranum Hedvig Jensen, sum í sirkushøpi kallaði seg Elvira Madigan, og hinum aðalborna svenska dragonlöjtnanten Sixteen Sparre, ið eru ímyndin av tragiskum kærleika á helslóðarferð, sum amerikansku Bonnie og Clyde eina hálva og enn lógloysari øld seinni, og langt innan Tove Ditlevsen hevði brævkassar í Familie Journal, og tað almenna kundi bjóða terapi og sálarhjálp fyri bráðkomnum ólukkukærleika. Tí varð útgangurin í eini av mest romantisku søgum á okkara leiðum ósvitaligur og lagdur í fasta legu longu í føðingini. Tú kennir, at gravarbakkin verður eins og ein nútíðar lufthavn, har øll møtast og tú støðugt undrast, hvussu tey finna heim, tá kompliseraði ferðadagurin er farin og náttin legst á heimferðina. Á ein pappírslepa hevði 21 ára gamla Hedvig skrivað. Nógv er sagt, sungið, skrivað og eisini filmað um Elviru Madigan og Sixten Sparre. Í 1967 gjørdi svenski leikstjórin Bo Widerberg (1930-1997), altjóða virðislønta filmin, sum tók navn eftir kvinnuliga høvuðspersóninum, Elvira Madigan, við 17 ára gomlu Piu Degermark í leiklutinum, sum eisini umdoypti klaverkonsert nummar 21 hjá Mozart frá 1785, sum varð brúkt í filminum, og helst legði lunnar undir ljóðmyndir hjá easy listening orkesturleiðarum sum James Last, ið komu fram um somu tíð, sum filmurin.  Í 1999 skrivaði sóknarpresturin á staðnum, Didier Gautier (1939-2012), soleiðis um grøvina, sum so mong vitja. Sami prestur skrivaði eisini um Mayerling Dramaet og knýtti hesa hending til Elviru Madigan og Sixten Sparre. Um høvuðspersónarnar í hendingini, skrivaði danski presturin í 1999 soleiðis:  Um ferðina og rýmingina hjá teimum forelskaðu, hon 21 og hann 35, skrivar danski presturin Deter Gautier soleiðis í 1999. Gravstenurin yvir prestin, ið jørðfesti tey bæði, sæst undir kirkjuvegginum: Frá Landet kirke koyra vit til Troense og skriva okkum í goðveðrinum inn á gamla baðihotellið, sum í dag er partur av søguríka ferða- og gistingarmøguleikanum Dansk Kroferie. Næsti granni er ein handil frá 1881, Storm's Hjørne, sum Christian Storm og dótturin Signe stovnaðu í 1881, og lokalar kvinnur hava drivið síðan 2016. Enn er opið á horninum hjá Storm, har tær opna dyrnar og seta Dannebrog á trappuna hvønn morgun klokkan 9. Útsýnið hjá søguliga handlinum, hotellinum og øllum í Troense, er seglbátar og fjørðurin. Eg leiti eftir bátanavninum Elvira, og mín sann um eg ikki finni ein av smáu og lítið prangandi bátunum, sum liggja innast, við júst tí navninum, Elvira, millum Edith og Holmen. Longur úti eftir bátabrúgvunum, finni eg eksotiskari og meiri prangandi søguskútur sum Rødhætte, ið korresponderar við eini bindingsverkshús longur uppi, Muller og ein søguligan Colin Archer seglbát. Vit koyra fram við litføgru og vælhildnu grannahúsunum, øll í siðbundnum bindingsverks-stíli, har onkur eru til sølu og ikki eru so ovurhondsdýr, sum eg hevði fryktað fyri. Nakað tað sama sum prísirnir í Havn, eru húsaprisirnir her. Tað sannførir ein morgungranni, sum gongur túr við hundinum, meg um. Vit, Ólavur og eg, koyra inn í býin Svendborg at síggja barnaheimið hjá Mærsk Mc-Kinney Møller (1913-2012) á Høje Bøge Vej nummar 29. Jú, tey standa enn, og skyggja so fagurliga í biltekjuni. So er leiðin inn í miðbýin, har vit parkera við Frímuraralosjuna, og ganga hagar samskipanin av filmsútleigarum í Danmark, FAFID, hava stevnu við tí loynligasta av tí besta á filmsskránni, tað er í næstu húsum á Hotel Svendborg, sum Elvira og Sixten á einumsinni skrivaðu seg inn á, og í biografinum Scala, hinumegin veggin á miðbýartorginum, har Dorte Wiedemann, stjóri, tekur ímóti. Vit hitta bestu filmssambondini í Danmark, tá umræður arthouse film til eina langa vetrarskrá, bæði norðuri og suðuri í Føroyum, Kim Foss frá Camera Film í Keypmannahavn, tær báðar Sofie og Rikke frá Øst for Paradis í Aarhus og Bill Bering frá Katuaq biografinum í Nuuk í Grønlandi, har hann hevur upprunafólkafilmsfestival hvørt ár í september. Virðismikil sambond øll somul. Kokkurin Claus Holm er um okkum øll, og eina dagin kemur hann við einum burgara á grøna bønum í Krøyers Hava mitt í Svendborg. Afturvið er Sol over Sundet. Á pisshúsinum standa fýra filmsdullur og meta um avrikið hjá monnunum at raka beint í pissirennuna. So eru stundir at pakka, tjekka út og koyra heim eftir brúnni um Stórabelt móti Kastrup og Atlantsflogi. Heimkomin, bíðar arbeiðsdagurin við uppslagi úr Dimmalætting, har tey eru so bjartskygd, at tey halda at vit veljara fara at sita undir hvørjum orðið leygarkvøldið, og fara at skriva úrslitini úr Kringvarpinum, so hvørt tey koma, inn í dagsins Dimmu. Kanska eru tey realistisk í vónini um okkum sum aktivar miðlabrúkarar, akkurát sum í gomlum døgum. Faktiskt hevði eg slept tí vónini, men jú, kanska verður tað so. Á vegginum á arbeiðsplássinum fáa tey meg eisini at velja og at geva eitt boð uppá samgongu. Eg eri pessimistiskur og gevi mínum flokki fimm, vóni seks og droymi um sjey, men skrivi altso fimm, tí tað hevur eingin annar skrivað enn. So er at finna valstaðin, parkera í sirminum og velja reytt, sum suðringurin segði fyri rætt. Rætt fyri meg er í fyrsta lagi rætti flokkurin og síðan lokalt, hóast valdømið er eitt. Møti Martini Enok úr grannalagnum, sum gevur mær tað frálíka hugskot at fara oman í Vágsbotn og keypa nýtiknan saltaðan náta til valkvøldið. Tað lukkast. Eg fái upp í posan av náta, keypi drýl og aspargusepli úr danska Lambsfjørðinum í Miklagarði, sum nú letur aftur. Tað er posamatur, ið dugur eitt drúgt valkvøld. Gott val, allir veljarar og valevni! Ein nýggj dýrtíð dagar undan Á veg í felags skrellspannina, har vit koyra ódálkað pappír til jarðiska endurnýtslu, varnaðist eg í morgun eitt nýtt tilboð millum verðsligu bløðini, sum hvørja viku lýsa og larma við enn størri og betri vørum, sum eg ikki visti vóru til, og enn minni haldi, at eg skal forkela meg við beint nú. Tí fara øll hesi brandnýggju lýsingabløð tað beinu leið í skrell, men ikki fyrr enn eg havi frígjørt tey úr jarðiska líkposanum, sum postmaðurin varisliga leggur í mín plastkassa, sum allar aðrar dagar stendur tómur og óbrúktur, bara ikki henda dag í lýsingini. Í hesi postmodernistisku tíð, sum er eyðkend við ongum posti, sprakk tilboðið frá hesum eina blað frá seinastu vitnum heimsins í eyguni. Millum mínar uppstandilsistankar um, at ein og hvør spard króna er tvífalt vunnin, og at besta og mest solidariska tilboð burdi verið "Spar alt - keyp einki" ella "Keyp alt - spar einki" fyri tey lættkeyptu, dvøldist eg eina løtu við hetta nýggja tilboð millum gylta konfekt frá Berg og ómælið kaffi úr arábiska heiminum, sum tú ikki burdi verið so býttur, at hava keypt í farnu viku, tí nú er rætta tíðin at keypa vøruna, ið nú er betri, sum próvfast er á tannkremstubuni, ið sigur seg nú hava gandað fram "a new formula", uttan at nakar eydnast at avdúka munin á gomlu og nýggju uppskriftini, sum vit øll koyra í munnin dag eftir dag yvir privatkommunala vaskinum. "Bið størri bønir" er nýggja herrópið, sum fær meg at hugsa um, hvussu langt síðan tað er, at eg havi hoyrt orðið dýrtíð. Man tað vera til enn, orðið dýrtíð? Jú, undir fingrunum gevur Sprotin svarið í stundini. Tað er enn til. Og tað í trimum tilboðsvariantum, okkum til áminningar.   Jóanes málar leik á Tjóðpallinum Portrettið er heitið á nýggjum leiki hjá Jóanesi Nielsen á Tjóðpalli Føroya. Tað skrivar pallurin í tíðindaskrivi í dag, nú boðað verður frá, at tey fara undir leikárið 2021-22.  Lagt verður fyri við Jóanes Nielsen.  Portrettið er ein fiktiv søga, men kortini við persónum, sum høvdu alstóran týdning fyri vinnulívið, trúarlívið, og serstakliga fyri menningina av føroyskari málningalist miðskeiðis í 20. øld.  Tí verður í tíðindaskrivinum sagt, at Jóanes málar nýggjan leik. - Men tá ið tann stóra politiska ódnin herjar, broytist alt. Loynidómar, sum illa tola dagsins ljós, verða avdúkaðir. Tann, sum í gjár var høgt mettur, er í dag brádliga illgrunaverdur og vanvirdur. Hetta er tann ytri karmurin um leikin Portrettið eftir Jóanes Nielsen, ið hevur frumsýning fyrst í november. Hinir báðir leikirnir eru Virus - tá ið vísindi fekk ævintýr í æðrarnar eftir Kristinu Sundar Hansen og skemtileikurin Lítli og stóri Klávus. Sagt verður í tíðindaskrivinum, at endamálið við leikinum hjá Kristinu er, at greiða skúlanæmingum upp til sjeynda flokk frá um torskildu verjuskipanina á ein undirhaldandi og øðrvísi hátt.  - Leikurin er ein samansjóðing av vísindi og ævintýri og er ein upplýsandi og undirhaldandi ferð inn í kroppin og heilt inn í kyknurnar. Eitt ævintýr um bardagan millum virus og verjuskipan. Virusleikurin verður sýndur í skúlum kring landi í vetur. Við eru tríggir sjónleikarar og ein dansari og leikstjóri er Kristina Sundar Hansen. Bille August er ársins Svend Í suðurfjónska høvuðsstaðnum, Svendborg, er 70 ára gamli Bille August dagsins maður. Fyrr hevur hann vunnið ein Oscar, ein Golden Globe og Gyltu Pálmarnar í Cannes. Nú er hann kosin Årets Svend og fær í dag fólksligu virðislønina Svend - Hele Danmarks Filmpris á fimtandu filmstevnuni, sum ber fynduga heitið Svend og savnar biografgangarar, starvsfólk í filmsvinnuni, filmstjørnur og politikarar, lokalar og úr øllum landinum. Myndin er tikin í gjár, tá víðagitni leikstjórin hevði master class og læt upp eina framsýning á SAK listasavninum við still myndum frá flestu av filmunum, sum 73 ára gamli Rolf Konow hevur tikið. - Tað er mest sum alt mítt lív, ið hann hevur avmyndað, og sum nú sæst á vegginum her, segði Bille August um fotografin Konow, sum var møttur í stráhatti og t-shirt frá filminum Pelle Erobreren frá 1987. Konow hevur júst verið í Føroyum og minti meg á, hvussu sjónligar Føroyar og føroyingar eru her á Suðurfjóni. Hann hevur eini heilt serligi evni at skapa eygnabrá og síðan at fanga sjónarlinjur millum fólk, sum hann avmyndar. Ósjónligar, men tó púra greiðar á innrammaða fotopappírinum eins og á markleysa løriftinum. Akkurát sum heiðraði filmsleikstjórin. Her sæst Bille August í práti við Klaus Hansen, sum er stjóri í FilmFyn. Hann er limur í nevndini fyri filmstevnuni, sum eisini telur Mads Nedergaard, formaður í FAFID, ið er samskipanin av øllum filmsútleigarum í Danmark, Rikke Bekker, sum er blaðkvinna á Fyns Amts Avis, Mads Graves, ið umboðar vinnulívið, Louise Dyre, sum er stjóri í lokala biografinum Scala, Julie Lindegaard, ið er marknaðarleiðari á Odense Teater og Desiree Ulrich, sum umboðar filmsframleiðslufelagið Bandit Productions. Svend virðislønin, sum er í fleiri bólkum, er heilt serlig, tí hon er størsta áskoðaravirðislønin í Danmark. Niðanfyri sæst ein vælupplagdur Bille August saman við eini limi í lokala listafelagnum, sum stóð fyri still-mynda framsýningini í SAK hølunum í Svendborg. Suðurfjónski seinsummarhitin fekk leikstjóran at leggja jakkan, meðan ein svallig sjampanja varð skonkt aftur við pinnamatinum. Hans Baianstovu á Lorry Navnið fornoktar seg ikki, tá barr og matstovuleiðarin á Lorry í Oslo trínur út í tún. Tað er Hans Baianstovu. Jú, hann er úr Føroyum, foreldrini eru føroysk og úr barnaárum minnist hann klárt, hvussu saltstroytt skerpikjøt smakkaði uppá breyð, nýbakað, angandi føroyskt rugbreyð. Men hvussu bar tað til at starvsleiðin lagaði seg soleiðis, at Hans kom higar á Lorry at stíla fyri á einari tí søguríkastu matstovuni og úrvalsríkastu barrini í norska høvuðsstaðnum? - Eg byrjaði sum heilt ungur at arbeiða sum barista á kafé, so bleiv eg barback og ryddegutt , sum gongur til handa og rennur til og frá í barrini, og síðan á eini náttklubbabarr. Eg elskaði tað frá fyrstu løtu, so eg tók skeið í at reka barr, bleiv barrstjóri á trimum-fýra náttklubbum í Oslo í tíðarskeiðnum 2007 til 2011. So fór eg til Melbourne í Avstralia og arbeiddi eitt hálvt ár á einum stað, sum var tailendsk matstova, náttklubbi og týsk ølhøll. - Tá eg so kom heim aftur til Noregs las eg leiðslu í eitt ár, og arbeiddi samstundis á Lorry við tænastu og borðreiðing sum uppgávu. Í 2017 fekk eg ábyrgdina fyri barrini og matstovuni og gjørdist leiðari, ið er eitt starv, sum eg enn havi, sigur Hans, sum eisini ber fakligu bransjuheitini sommelier og cicerone. Spurdur um, hvat eyðkennið er við hesi gomlu norsku matstovuni, sigur Hans, at hon er mest sum ein institutión, ein søguligur savningarstaður frá 1870’unum, har fólk koma fyri at uppliva nakað serstakt, sum eisini er stuttligt. - Vit borðreiða við norskum og fronskum og hava nakrar altjóða rættir á matskránni. Her koma nógv og ymisk fólk, eg havi møtt teimum ríkastu í Noregi, kronprins Haakon, avstralska filmsleikaranum Mel Gibson og fleiri kendum norðmonnum og svenskarum, sigur Hans, sum eg vil benda inn á føroyska matlist. - Tá tað snýr seg um føroyskan mat í nútímans matstovulist, vil eg siga, at viðurskifti í Føroyum og Noregi eru rættuliga lík. Tú kanst finna upprunan til somu rættir, roykt seyðarhøvd, sum vit kalla smalahode , og so turkaðan fisk. Spik av hvali er kanska meira unikt føroyskt, men eg minnist við gleði, tá eg sum barn fekk eitt rugbreyðsstykki við skerpikjøti og salti omaná. Rætt hevur hann. Tí í hesum døgum eru kendasti norski matbloggarin og ein amerikanskur starvsbróður hansara, í Føroyum og ferðast í mati og náttúru. Teir hava sjáldsama nógvar fylgjarar á Instagram. Fyri hin ferðandi er siðbundni maturin ikki longur nakað sum vit í einingi kunnu njóta sjálvi tá borðreitt verður. Uttan at tú veitst av tí, sita eisini ferðandi gastronomar við borðið - og takk fái teir fyri tað, ferðandi gastronomarnir, sum stundum eisini raka Føroyar og støðugt flyta okkum fram at nýggjum matlistarligum upplivingum. Tjørnuvík - surfers paradise Vátdraktir eru hongdar út á snórin at turka í Tjørnuvík um vikuskiftið, har nógv fólk, bæði innlendsk og útlendsk, koma at standa á brimfjøl, surfbretti, á aldunum út fyri bygdini. Hyggur tú av bratta vegnum og oman á víkina, ið er út fyri sandinum, kirkjuni og bygdini, so sært tú karmin um nýggjasta íkast og ferðavinnumál í kendu Kingobygdini - at fanga og temja bylgjurnar við brimfjøl, eins og Beach Boys gjørdu við californisku strendurnar í sekstiárunum, og serliga Hawaiioyggjar hava gjørt til ítøkilig ferðamál. Men onnur støð sum Pichilemu í Kili - og so sandurin og aldurnar út fyri Tjørnuvík hava fest seg á heimskortið hjá teimum, sum ferðast langt at ríða á aldum. - Tjørnuvík er eitt sætt surf paradís, men tað var nærum ókent tá Katrin byrjaði at surfa her í 2015. Nógv er broytt síðan, og Tjørnuvík er blivið eitt etablerað og kent surf stað í dag, sigur Andras Brixen Vágsheyg frá Faroe Islands Surf Guide. Í Sunda kommunu búgva 1811 fólk. Størstu bygdirnar eru Hósvík, Streymnes og Norðskáli við 330 fólkum í hvørjari av bygdunum. Við Gjógv og í Saksun, sum til fólkatal eru smæstu bygdir í kommununi, búgva ávikavist 22 og 11 fólk. Í Tjørnuvík búgva 48 fólk, ið er nett tað sama sum á Langasandi. Nevnast kann at í Nesvík býr eingin, hóast virksemið er nógv í Leguhúsinum, sum varð tikið í brúk í 1993.  Koyrir tú fram við Leguhúsinum, gjøgnum gomlu bygdina Haldórsvík, har Sámal Johansen skrivaði Á bygd fyrst í tjúgindu øld (1970), framvið nútíðar hoyburðarfólki og norður móti Tjørnuvík, sært tú, at arbeitt verður uppá vegin.  Við vakrari steinseting í innara borði verður vegurin varisliga breiðkaður, sum er tiltrongt, skalt tú møta bilum. Smærri bygdir enn Tjørnuvík hava langt síðan fingið tunnil, uttan at vegurin er so trongur og vandamikil sum á Tjørnuvíkarvegnum, serliga tá blot kemur í og grót rýðir oman á vegin. Eg spyrji fólkini, sum vara av nýggjasta ferðavinnuíkastinum í landinum, at standa á surfbretti, hvussu tey kenna seg í gomlu og søguríku Kingobygdini?  - Vit kenna okkum sera væl og sum heima í Tjørnuvík. Vit kenna hvørja aldu og hvørt rák á sjónum, sum ger, at bygdafólkini føla seg trygg við okkum. Vit eru vorðin ein partur av bygdini, og okkara fatan er, at tey vilja helst hava okkum her, tí tað kemur fyri at fremmand fólk surfa uttan at kenna umstøðurnar - vit eru her nevnliga eisini fyri at vegleiða og veita ein tryggleika, siga Katrin W. Bærentsen og Andras Brixen Vágsheyg frá Faroe Islands Surf Guide. Tey halda til í ”surfsmáttuni”, sum fyrr var matstova, ið leiðir tankarnar til eksotiskar, helst karibiskar strendur. Hevur bygdafólkið tikið væl í móti tykkum? - Tey vóru kanska eitt sindur skeptisk at byrja við, og tað sklija vit væl, tí tað er ikki vandaleyst at surfa. Tað hava vit altíð verið greið yvir og víst stóra virðing fyri. Tað krevur kunnleika og royndir, og tí hevur bygdafólkið tikið væl ímóti okkum. Tey hava vant seg við, at vit surfa í Tjørnuvík, og eingin kennir staðið betri enn vit, tá tað ræður um surfing.  Merkja tit, at tit hava ført nakað nýtt til bygdina, ella eru dagar, har tit kenna á tykkum, at tit órógva bygdalívið? - Vit hava vónandi givið bygdini nýtt og jaligt lív og umdømið, men tað fylgir eisini stór ábyrgd við tí - og tí hava vit skipað okkara virksemi so skynsamt og burðardygt sum gjørligt. Vit leiga til dømis ikki útgerð uttan eina "surf guide" fyri at tryggja okkum umstøðurnar og kunna lívbjarga. Vit eru góð við bygdina og taka okkum væl av henni. At koma til Tjørnuvíkar er sum at koma heim, siga tey bæði.  Hvussu síggja tit framtíðar virksemið fyri tykkum? - Vit fara væntandi altíð at surfa í Tjørnuvík, og ynskja at geva næsta ættarliðinum og áhugaðum somu gleði, vitan og virðing, sum vit hava. At surfa er ein lívsstílur, sum okkara børn og fólk rundan um okkum í løtuni liva í, og gevur eitt sunt og gott samband við sjógvin, náttúruna og lívið sum heild. At surfa er gott fyri sálarliga og kroppsliga heilsu, og vit vilja geva fólki eina góða uppliving.  Sum við veðrinum, er tað torført at siga, hvussu framtíðin verður, men í løtuni sær hon bjørt út - okkara vónir og intentiónir eru í øllum førum tær bestu. Tað verður spennandi at síggja, hvat grundarlagið, sum vit hava bygt upp, fer at føra til, siga Katrin og Andras frá Faroe Islands Surf Guide. Sunda kommuna, sum vit kenna hana í dag, sá dagsins ljós við ársbyrjan í 2005. Søguliga brúgvin, sum bindur størstu oyggjarnar saman, kom í 1973 og Norðskálatunnilin trý ár seinni. Tá var Felagsskúlin byrjaður á Oyrarbakka. Í dag heldur skúlin til í nýggjum stórbærum hølum. Sjálvur tók eg realprógv á Oyrarbakka í 1975. Árið fyri tók hin fyrsti flokkurin realprógv á Oyrarbakka. Ta tíðina vóru eisini kollfirðingar í skúlanum. Í gamla skúlanum í Tjørnuvík bjóðar Sunda kommuna føroyingum og útlendingum listafólkabústað í tríggjar mánaðir eftir tilmæli frá Listafólkasambandinum. Tá kommunan í fjør fór um tey fyrstu fimtan samstarvsárini, varð í einum fimtan síðu riti sagt soleiðis um Tjørnuvík, ferðavinnu og surfing: "Útsýnið út í Flógvan og til Risan og Kellingina lokkar nógv ferðafólk til norðastu bygdina í Streymoynni, sum telist millum elstu bygdir í Føroyum. Tjørnuvík er serliga kent fyri kingosang og túrin út í Stakkin, men seinastu árini er sandurin í bygdini eisini vorðin ferðamál hjá teimum, sum dáma at skreiða á brimfjøl, ella surfa, sum tað vanliga verður nevnt". Úr Sunda kommunu kann eisini nevnast, at fyrst í áttatiárunum byrjaði Norðsetur at gera sniðhús í Hvalvík. Túsund hús eru bygd í tveimum hallum og ein triðja er júst liðug, sá eg fríggjadagin. Stjórin og eigarin, Helgi Olsen, sigur, at bókførda eginognin er trýogtjúgu milliónir. Norðsetur hevur onga skuld, og nýggja høllin er goldin kontant. Ordrabókin er full, og kundi verið uppaftur fylri, sigur Helgi. Kreppuárini í 90’unum bygdu tey hús í Týsklandi, uttan vinning, men fóru afturfyri ikki av knóranum. Eitt gott dømi um íverksetaralyndi í kommununi og eisini staying power, ið bæði skilir og dugir at laga seg til marknaðin. Egin matframleiðsla í Tórsbyrgi Í eysturbýnum í Havn, í dalinum millum Boðanesheimið, sum sæst í baksýni og Lágargarð, sum er uppi á brekkuni, samstarva fólk úr Føroya elsta eigarafelag, Tórsbyrgi, um vakstrarhúsið, sum er sett inn í myndina. Endamálið er at dyrka egið grønmeti. Vakstrarhúsið, sum verður liðugt til várs, verður 120 fermetrar. - Hetta, at fólk síggja virði í sjálvi at taka lut í framleiðsluni av egnum mati, er eitt alheimsrák, sum nú eisini er í ferð við at taka seg upp í Føroyum. Veltan á Sandi er eitt dømi og Maud'sa køkshavi í Nólsoy er eitt annað, sigur Jón Kragesteen, sum alla tíðina hevur verið stigtakari, dynamo og toghaldar í ætlanini um egna matfraleiðslu í Tórsbyrgi. Hann býr í nummar 28, sum eru eyðkendu gulu húsin mitt fyri. - Grundarlagið undir rákinum er ein tilvitan um tað neyðuga í at matgerða á burðardyggum grundarlagi, bæði viðvíkjandi fíggjarligum støðufesti, og við fyriliti fyri umhvørvinum. Og veruleikin er jú eisini tann, at alt fleiri av heimsins fólkum búgva í býum, og fara at gera tað í enn størri mun í framtíðini, og tí verður neyðugt at skapa umstøður at gera mat á lokalum støði, eisini í býarumhvørvi, í staðin fyri hinumegin jørðina, so vit brúka minni av innfluttum mati og harvið minka um CO2 útlátið á ein natúrligan og fyrimyndarligan hátt. - Umframt at grønmetið, sum er dyrkað í nærumhvørvinum av góðum grundum er frískari, so hevur tað eisini týdning fyri sjálvkensluna at vera virkin í egnari framleiðslu. Hetta hevur nakað við mentan at gera, og er nakað, sum kann vera við til at økja um lívsgóðskuna hjá fólki. Tað er eisini hugsandi, at seljast kann burturav, so eitt fíggjarligt avkast kann skapast, sigur Jón. Á vári í fjør tóku kvinnur í Tórsbyrgi seg saman at fáa plantukassar settar upp, so grønmeti kundi plantast. Í grannalagnum Tórsbyrgi hevur hetta rák nú eisini fest røtur. Tey 36 húsini í grannalagnum eru kend fyri serliga byggistílin, og góðar umstøður eru til felags tiltøk í túnum og økjunum uttanum húsini. Eigarafelagið í Tórsbyrgi er elsta eigarafelag í landinum og frá byrjanini í 1976 hava verið ruddingardagar, nýggjársbál, tunnusláing og onnur sosialmentanarligum tiltøk. Hetta ljóðar so einfalt, tað er bara nakað, sum tú kanst gera. Men soleiðis er ikki, tað skal hegni, vitan og førleiki til. Og júst slíkar eginleikar hevur ein av grannunum, Jana Mikkelsen, sum hevur gingið á odda og lagt lag á við gróðurseting, planting og urtagarðsarbeiði sum heild. Jana er onnur frá høgru. Um somu tíð, sum kvinnurnar í Tórsbyrgi fóru at dyrka egið grønmeti, fór ein annar av grannunum, Jón Kragesteen, at skriva umsókn um umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu, sum hevði lýst við júst hesum møguleika. Hann skeyt upp at gera vakstrarhús til grønmeti, millum annað við alivøkstri, aquaponics, tey kalla, sum er, at fáa plantur at vaksa í vatni, sum fiskur taðar. Í umsóknini skrivaði Jón, at verkætlanin kundi hava góða ávirkan á tey bæði ellisheimini í grannalagnum, tí virksemi og lív verður í økinum, og at íbugvarnarnir eftir førimuni kundu luttaka, fáa eitt prát, ella bara fylgja við burturifrá. Og so er tað sjálvsagt, at bæði ellisheimini fáa part av tí, sum verður dyrkað. Umsóknin varð skrivað saman við nevndini í eigarafelagnum og tað eydnaðist so mikið væl, at játtaðar vóru 75.000 krónur, sum Turið Horn, býráðslimur, handaði stigtakaranum, Jón Kragesteen, og formanninum, Høgna í Stórustovu, hin 10. mai í 2018 Hóast Tórshavnar Býráð hevði játtað stuðul, vóru nógv formlig viðurskifti at fáa upp á pláss. Vakstrarhúsið skuldi staðsetast, og við øllum matriklum á borðinum bleiv úrslitið eitt vælvalt øki mitt millum Boðaneshemið, Lágargarð og Tórsbyrgi. Eitt øki, sum í veruleikanum er á øllum trimum matrikklunum. Men fyri at koma so langt, kravdist eitt heilt ár við nógvum samskifti og fundum, innan endaligu loyvini komu upp á pláss mánadagin hin 1. juli í 2019. Og tá varð farið í gongd.   Alt arbeiðið var sjálvboðið, men við leigaðari maskinu gekk skjótt framá. Tilfarið, sum kom úr Hundsarabotni við stórum lastbili, varð alt flutt við hjólbøru oman í nýggja grønmetisdalin. Umsíðir byrjaði abstrakta ætlanin at taka skap. Eftir harða planeringsarbeiðið í summammjørkanum í Tórsbyrgi er gott við einum kaffisteðgi aftanfyri Orkulonina, sum nú er rúmligt felagshús, har nýggj lítil oljufýring er, innan nýggjar orkukeldur verða funnar. Fyrr fyltu tvær oljufýringar alt húsið. Soleiðis broytist tíðin, tøknin og tørvurin. Frá vinstru á myndini síggjast Jens Petur Gaard, Gunnleivur Dalsgarð, Høgni í Stórustovu, Álvur Danielsen og Jón Kragesteen. Skuffukøkuna á borðinum bakaði Julianna Didriksen, sum í ár fylti 90. Hon býr í nummar 29. Beint fyri ólavsøku varð komið rættiliga væl áleiðis við planeringsarbeiðinum. Her sæst stigtakarin, Jón Kragesteen, í nýggja grønmetisdalinum við Boðanesheiminum og Lágargarði í baksýni. Næsta stig á leðini verður at byggja sjálvt vakstrarhúsið á planeraða lendið. - Tað, sum liggur í kortunum er at seta upp ein vakstrartunnil, sum tann, ið sæst ovast á fyrstu myndini í blogginum. Men meðan planeringsarbeiðið var í gongd, frættu vit, at ein stórur partur av vindeygunum í Boðanesheiminum skulu skiftast út. Tað var ein av íbúgvunum á Boðanesheiminum, Kemm Poulsen, sum sat og eygleiddi arbeiðið, ið kom við hugskotinum at brúka vindeyguni til vakstrarhúsið. Áðrenn farið verður víðari skal eisini hesin møguleiki kannast, sigur Jón. Ætlanin er, at vakstrarhúsið á teim trimum matriklunum stendur klárt at brúka til várs. Maskukontekstur Í ár var eitt sjáldsamt høvi at taka hesa mynd á ólavsøku. Ikki tí, í útvið tjúgu ár hava fólk savnast akkurát her, á Doktaragrund at hátíðarhalda tað, sum vit hefta at hugsanini um ein tjóðardag, og hvussu langt vit eru komin í strembanini at skapa skilning fyri hesi hugsan, og síðan at skipa eina føroyska tjóð við undirtøku í fólkinum. Í gomlum døgum vóru fólkafundir júst her, so komu parkeringsplássini, sum enn standa við, og seinastu árini er tað Unga Tjóðveldi, ið hevur tikið siðin til sín at hava fólkafundir millum søguligu veggirnar, ið minna okkum á, at alt hevur sína tíð. Møttu vit júst hesum fólkahópi og vistu einki um kontekstin ella savningarmentanina, so hildu vit ivaleyst at hetta vóru nýkomin ferðafólk av einum streymlinjaðum ferðamannaskipi úr nýggja heiminum, sum við munnbindi frammaní komu í land at manifestera ástøðufundin við myndatóli eina evarska løtu fyri vinfólkum í tí fremmanda, rætt sum Marco Polo og aðrir rannsóknandi landkannarar í fyrndini. Tá høvdu vit helst rikið fremmanda maskufólkið av landinum í stundini. Tí alt ókent undir masku hevur altíð verið ein hóttan ikki minst maskumenn í stiga við lummalykt. Fyri ikki um at tala, tá turrikløð úr fjarum londum, Eysturevropa, Miðeysturi og Norðurafrika, sambært journalistiskum tíðindakeldum bráddliga fóru at hótta okkara tilveru, so vit við støði í fólkavaldum politiskum afturhaldi noyddust at krevja maskuforboð, at síggja, um tað var ein bumbumaður, eitt bumbubarn ella ein bumbukona, ið fjaldi seg handan maskuna, munnbindið og grímuna, at seta okkum heimligu tilveruna í váða. Men sett inn í rættan og galdandi kontekst, eru hetta álvarsom fólk í Havn, ið hava tikið boðini frá danska landsdoktaranum í álvara, at verja andingarleiðina, inneftir og úteftir, nú tey í skrúð og skreyt møtast á Doktaragrund. Eftir stendur tann tanki, at heimsins lýsingafyritøkur á øllum marknaðum nú hava fingið ein nýggjan pall og platform til effektivan boðskap - munnrætta munnbindið, ið nú kann seljast sum nýggjur miðil til ófordektan maskutekst. Í eini pengastýrdari tilveru við merkantilum høgrastýri sum aldri áður, bíði eg spentur eftir fyrsta boði um dagsins tekst á munnbindi. Hvør verður fyrstur at seta búmerkið á maskuna og seta masku, tekstin og fólkið til sølu? Ein kommunukandidatur? Besta summarmyndin eftir koronastongsil Bestu summarmyndina í ár tók Evy Toftegaard Nielsen, sum býr í Nólsoy. Summarsliga myndin er av tjúgu kvinnuligum og trimum mannligum havdypparum við Malarenda á Ovastevnu í Nólsoy. Við sýni úr køksvindeyganum oman á kampingplássið yviri við Strond í Havn ber til at eygleiða, nær ferðavinnusummarið byrjar og nær tað endar, og hvussu undirtøkan er og hevur verið, nú koronatrýstið fyri fyrstu ferð er linkað. Í ár hava serliga nógvir VW California kampingbilar ymsastaðni úr Evropa, kanska mest úr Niðurlondum, verið á plássinum. Men nú er liðugt.  Hetta var so tað. Ovastevna hevur verið í Nólsoy, har tey siga, at summar hevur ikki verið, uttan stevnuna, ið er útmark fyri summarið. Um ikki liðugt, so er summarið komið á hall, tá Ovastevnan er liðug.  Ídni borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, tók aftur í hetta sama útmarkið, tá hann setti Ovastevnuna í sólskyninum leygardagin, og undanfarni borgarstjórin, Annika Olsen, hevði gjørt tað stórbragd, at hon svam um breiða fjørðin. Høvuðsparturin í setanarrøðuni var ferðavinnan í oynni, sum eingin ræðist og enn minni ynskir hagar pipari grør, ferðavinnuna. Tvørturímóti. Borgarstjórin nevndi, at ferðavinnan á útoyggj og smáplássum kann verða eitt týdningarmikið ískoyti, har sum tað kann vera torført at hava virksemi yvirhøvur. Hann las úr ferðavinnuálitinum, sum er skrivað fyri Nólsoynna, har sagt verður, at hetta er ein jalig søga um eina bygd, sum tók ábyrgd av ferðafólkastreyminum, og megnaði at lofta og menna ferðavinnuna á staðnum. Ikki einans við passivari kunningarstovu, men við fyritaksomum íverksetarum, sum sóu og enn síggja møguleikarnar í ferðavinnuni. Soleiðis er í Nólsoy í Tórshavnar kommunu.  Tónleikarin, myndamaðurin og útvarpsteknikarin, Leivur Thomsen, hevði sama dag gingið eftir gøtuni út á Borðuna og heim aftur. Til gerandis býr hann í Havn. Meðan gøtan út á Borðuna er nógv brúkt, eru gøturnar á Skansanum ikki minni brúktar. Og tað í báðum førum uttan óvinalig ávaringarskelti og píkatráð í fleiri løgum. Stóra slitið sæst ikki á bønum kring Skansan, hóast umsitingin av staðnum kundi verið lyft á eitt hægri upplivingarstøði. Ímeðan er gott at ganga og gott at vera her. Sama góða søga er at hoyra úr Gásadali, har Jóhann Fagraklett sigur mær frá, hvussu tey mitt í landbúnaðarlendinum hava skipað gøturnar og enntá fingið nyttu úr ferðafólkastreyminum. Gøtan á Múlanum í Gásadali hevur byggkorn til Múlafossaølið á einari síðu, og epli til matstovuna í Gásadalsgarði á hinari síðuni. Jóhann Fagraklett sigur, at gøtan til ferðafólkini er løgd her við vilja, tí so kunna ferðandi virka sum fuglaskrímsl fyri gæsnar. Tað er ein stór avbjóðing at gæs eta fræið til kornið og eplini, sigur hann. - Hetta hava vit góðar royndir av, og tað hevði verið deiligt, um tú lokkaði allar blogglesarar at styggja fuglin úr akrinum, við rópi og klappan, sigur Jóhann og leggur afturat, at kálvarnir, sum ganga við vegin, verða til góðar máltíðir á Gásadalsgarðinum. So alt samalt er stuttflutt og burðardygt, umframt vælsmakkandi. Tey brúka ræst og feskt tarvkálvakjøt til matstovuna, har ræsta súpanin úr kálvakjøti er væl umtókt. - Vit vórðu í uppskoti at fáa EMBLA virðislønina í 2019, og vóru í Harpuni í Íslandi, sigur Jóhann, sum eisini selur saltað kálvakjøt í 2 kg posum. - Tann sølan gongur betri og betri. Tað sær út til at føroyingar eru blivnir stoltir av okkara matmentan, og vilja gjalda ein hægri prís fyri føroyska framleiðslu. Í apríl, tá Lena og Niklas høvdu konsert í Gásadalsgarði, avmyndaði eg Jóhann við einum stuttfluttum leskiligum várbretti. Jú, eg kann ikki annað enn vera samdur við Jóhann í hansara heildarmeting av ferðavinnu og burðardyggari matstovuvinnu her í dalinum, har tey eins og í Nólsoy vilja ferðavinnu, og at liva við tí, sum sæst aftur, har ferðavinna er. Tað er so tað. Men heilt leys av ferðafólki eru vit tó ikki enn, hóast summi úti um landið gera alt, sum er í teirra makt, at reka tílíkar verur av landinum, verur, sum annan vegin eru handilsvørur og hinvegin andsverur, um pensiónsaldur og kanska eldri. Men fert tú á kafé í Havn, so møtir tú ungum fronskum lesandi. Afturvið teirra práti og forvitni fært tú ein frágerða feskan sandwich við fronskum Laguiole knívi frá Panamé á Vaglinum. Dagin fyri var eg hjá Katrinu í Bringsnagøtu og bílegði eitt fjøltáttað tapasbretti. Tvey sentral kaféstøð, Panamé og Katrina, við altjóða dámi mitt í Summarhavnini.  Tvey góð dømi um miðmála, sum á altjóða støði møtir tí ferðandi og samstundis lívgar tey lokalu, sum kunnu ríka um dagin við at hoyra franskt, eta við øðrum enn Victorinox knívi, og sleppa at svara, tá onkur spyr um veg og ráð mitt í gomlu Havnini. Hóast onkur illavorðin lokalur ferðafólkaforskrekkjari hevur roynt seg við einglablóði á italsku veggjaflísarnar við inngongdina til Hafnia á Áarvegnum at ræða amerikanarar burtur. Við einum donskum heiti, beint yvirav Ríkisumboðnum. Neyðars flísar. Sjálvdan verður hugsað, at ferðafólk eru júst tað meirvirði, sum skal til, at fáa matstovur og útferðir at bera seg. Hetta er í hvussu er galdandi í høvuðsstaðnum, har fleiri matstovur eru, men gamaní enn einki tjóðleikhús, hvørki til list ella mentan. Onkur matstova er í Klaksvík, men enn ikki tað stóra, sæð í mun til fiskivinnuna og tað, sum avreitt og umsitið verður har. Í summar spurdu fólk av einum niðurlendskum skipi eftir nærmastu fiskamatstovu, men fingu, sambært Norðlýsinum at vita, at har var ongin av slagnum. Ikki ein einasta fiskamatstova í fiskivunnuhøvuðsstaðnum, sum eisini vil útbúgva kokkar í matgerðarlist. Tað kann bara gerast betri. Og so er tað at sleppa í hagan, har øll vilja ganga, tí tey hava fingið gongupokur, sum kvívíkingurin segði. Bráðkomnar gongupokur.  Synergi lýsir við temadegi við Tor Nørretranders, har vit longu í skránni kunnu lesa, at hann fer at agitera fyri, at vit mugu hyggja fram og fáa eyga á blíðskapin og generøsitetin, sum finst í okkara umhvørvi. Vit skulu halda uppat at vera so altrá eftir at kontrollera alt og hvønnannan. Vit skulu tora at trúgva uppá, at jørðin kann rúma ein annan og betri heim. Ein villari heim, sum vil vera meiri vinarligur, sigur Tor Nørretranders um temadagin, sum verður í Norðurlandahúsinum 24. september. Politiskt atgerðarloysi, tann fullkomni impotensur, eyðkennir málsøkið við føroyskari ferðavinnu og hevur gjørt tað í fleiri ár og enn er eingin bati at hóma. Tvørturímóti.  Valdu politikararnir, við ábyrgd fyri ferðavinnuni, mugu nú gera greitt, hvat skal henda við gongd í haga, og hvar markið fyri sjálvtekt hjá illum bóndum, sum vit ítøkiligani møta, er. Politikarar, ið hava stillað upp, sum nú eru valdir og fáa fleirfaldaðar arbeiðsmannalønir og pensiónir, og sita við øllum kompetentum starvsfólki í landinum, hava nú tað fulkomna valdið í teirra hondum. Teir mugu traðka úr rossaspori og skapa úrslit, valdu álitispolitikararnir. Enn eitt summar, har einki hendi á alt ov mongum økjum, er aftur betalt av skattaborgarunum og farið afturum bak. For good. Kanska er føroyski veljarin ov tolin. Alt ov tolin. Og rekruteringin, tilgongdin til hesi nevndu politisku maktøki, sum øll hava beinleiðis samband við veljaran á bygd og í bý, er alt ov veik og visalig úti í politisku feløgunum.  Tí verður tað sum í politiska Klaksvíkssanginum, vit verða mint á fjórða hvørt ár: Har er lítið gott í at velja - tú lætt á hondini kanst telja. Takið tykkum saman, álitispolitikarar. Av okkara veljaranáði liva tit í einum landi, sum vit onnur halda vera alt ov gott at fara fyri skeyti bara av tykkara dølskni og visiónsloysi á ferðavinnuøkinum. Tað er landið alt ov gott til. Filmsfelagið hvønn mikudag - fyri øll! Hamlet-myndin omanfyri eru úr nýggja filmin hjá Almodóvar, Pína og Heiður, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin 11. september. Men longu 4. september byrjar Filmsfelagið hin virknasta veturin nakrantíð við hesum tiltikna fótbóltsspælara: Dagin fyri landsdystin móti Svøríki á Tórsvølli, fer Suni Merkistein at innleiða sýningina við nýggja filminum um Maradona. Sýningin er mikudagin 4. september, sum eisini er dagin fyri almennu frumsýningina á okkara leiðum. Leikstjórin, Asif Kapadia, er hin sami, sum gjørdi virðislønta filmin um Amy, sum varð sýndur fyri fullum húsum í Filmsfelagnum í september í 2015, og um rasarakoyraran Senna. Rebellur, hetja, svindlari og gudur stendur á plakatini fyri nýggja heimildarfilmin um Maradona, sum byggir á fleiri enn 500 tímar av tilfari, sum aldri er sæð áður. Filmurin stillar hvast og nákvæmt á kenda fótbóltsspælaran, men í staðin fyri at lýsa alt úr hendingaríka lívinum hjá Maradona, hevur leikstjórin valt at siga søguna um fortíðina hjá argentinsku legenduni í S.S.C. Napoli árini 1984 til 1991, sum var eitt virkið tíðarskeið hjá Maradona: seks kappingarár, tvey heimsmeistarskap, ein kærleikssøga av skandaluslagnum, eitt barn, kokainnýtsla og samband við mafiuna. Diego Maradona er í dag 58 ára gamal og bretski leikstjórin Asif Kapadia er 46. Fyrsti filmar hann gjørdi kallaðist Seyðatjóvurin (The Sheep Thief, 1997). Mikudagin 11. september sýnir Filmsfelagið Pínu og heiður (Dolor y gloria), sum er nýggjasti filmur hjá stóra spanska leikstjóranum, Pedro Almodóvar (f.1949). Hann er kendur fyri litríkar søgur, sum um eina leið eru stuttligar og djúpt álvarsamar. Í nýggja filminum er Antonio Banderas leikstjórin Salvador Mallo. Fyri avrikið fekk hann leikaravirðislønina í Cannes í ár. Fiktivi leikstjórin Mallo, ið ikki er so ólíkur Almodóvar, hevur alt lívið upplivað stóran heiður. Nú er gamla høvuðsverkið tikið fram og skal vísast av nýggjum. Samstundis plágast Mallo av pínu og afturvendandi kensluni av tómleika. Tí hvat hevur ein væleydnað lívsleið at siga, tá restin av lívinum verður hildin uppímóti? Umframt Banderas síggja vit Penélope Cruz og Julieta Serrano í nýggja filmin hjá Almodóvar, sum hevur enska heitið Pain & Glory, men í Filmsfelagnum verður sýndur við donskum undirteksti og heitinum Smerte og ære. 18/9 Transit (Christian Petzold Týskland 2019 101 min) Mikudagin 18. september sýnir Filmsfelagið Transit, sum er nýggi filmurin hjá stóra týska leikstóranum Christian Petzold (f.1960). Hann kenna vit frá Phoenix, sum Filmsfelagið vísti í 2015. Í nýggja filminum, Transit, møta vit jødiska flóttanum Georg, sum er sloppin undan nazistisku ræðslunum í heimlandinum, og nú situr á barr í París. Nú nærkast týska herstyrkin og hann noyðist aftur at flýggja. Hann kemur til Marseille og hevur í viðførinum eina rúgvu av skjølum frá einum kommunistiskum rithøvunda, sum ikki orkaði meir og tók seg av døgum. Í skjølunum eru hjartanemandi brøv frá konu høvundans, eitt innfararloyvi til Meksiko, sum nógv vilja hava, og handritið til eina kontroversiella skaldsøgu, sum ikki er liðug. Georg letur sum um hann er høvundin og ger seg til reiðar at fara úr Evropa, tá hann fer at ivast og rennur seg í røddir úr fortíðini. Transit fer fram í Marseille í eini tíð, sum hóast greiðu sipingarnar til nazistiska holocaust, ikki er læst føst. Filmurin er hildin í einum anti-søguligum karmi, sum letur áskoðaran sjálvan spinna træðrir til flóttar í fortíð og í dag. Filmurin Transit byggir á samnevndu skalsøguna, sum týska Anna Seghers (1900-1983) skrivaði í útlegd í Meksiko 1941-42. 25/9 Eg reið mær avstað (Suni Merkistein, KVF 2019 132 min) "Sorgblíðu countrysangirnir um einsemi og longsul munnu hava borið við eina viðkvæma lind í føroysku fólkasálini longu frá fyrstan tíð, at sangirnir hava verið at hoyrt úti í Norðuratlantshavi. At vit flóna um hjartað av hesum tónleiki er ikki bara tí, at tað er ein søga um eina fremmanda tónleikamentan, sum føroyingar hava funnið aftur og sjálvir eru farnir at tulka, hon varpar eisini ljós á okkara samleika, søgu og tónamentan". Soleiðis verður sagt í nýggjari stuttrøð um føroyingar og countrytónleik, sum Kringvarp Føroya fer at senda í sjónvarpinum í heyst. Men longu tann 25. september fer Filmsfelagið at frumsýna stuttrøðina "Eg reið mær avstað" sum biograffilm í Havnar Bio. Hetta verður fyrsta royndin í samstarvi millum Filmsfelagið, Kringvarp Føroya og Havnar Bio. Nýggi heimildarfilmurin, sum Suni Merkistein hevur lagt til rættis, og Rúni Friis Kjær hevur klipt og sett saman, varpar ljós á tvær føroyskar meginútrásir. Greitt verður frá, hvussu føroyskir langfarasjómenn, ið fiskaðu á fjarleiðum fyri á leið seksti árum síðani, fingu tokka til tann amerikanska countrytónleikin, sum teir bóru við sær heim undan Ný Foundlandi. Soleiðis birtist ansurin í Føroyum upprunaliga fyri hesum tónleiki. Hóast countrysiðvenjan man standa sterkari í Føroyum enn í londunum uttan um okkum, gingu kortini fleiri ár til country vaks fram sum ein føroysk tónlistagrein fyri seg. Og her koma vit til aðru útrásina. Søgan byrjar í 1989 - fyri tretivu árum síðani. Tá fer hin tá 23 ára gamli tónleikaframleiðarin Jákup Zachariassen av sínum eintingum til Nashville. Ørindi hansara eru at vita, um áhugi er á amerikansku countryháborgini fyri føroyska sangaranum Alex Bærendsen. Soleiðis byrjar ein næstan ævintýrlig søga um gávaðar føroyskar amatørar og hitt mæta A-liðið í Nashville. Í higartil óbrúktum filmsupptøkum fylgja vit Jákupi Zachariassen í upptøkuhølum í Nashville saman við Halli Joensen og Kristinu Bærendsen - tveimum av best umtóktu føroysku countrysangarunum nú á døgum. "Eg reið mær avstað" lýsir í stórum søguna um hesi trý høvuðsnøvnini á føroyska countrypallinum, men í afturliti verður ljós eisini varpað á eitt nú Alex Bærendsen. Tónleikaframleiðarar og countrykennarar - nevnast kunnu Óli Poulsen, Niclas Johannesen og Petur Rouch - greiða frá og bera fram sína hugsan í filminum. "Eg reið mær avstað" er góðar tveir tímar til longdar, tá hann verður sýndur út í eitt í Filmsfelagnum í Havnar Bio hin 25. september. Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum. Lagt til rættis, handrit og upplestur: Suni Merkistein. Sýningar í Filmsfelagnum eru almennar og krevja ikki limaskap. Atgongumerki fáast við dyrnar og á netinum. Skráin verður kunngjørd á facebookprofilinum hjá Filmsfelagnum og á heimasíðuni hjá Havnar Bio, bio.fo, ovast til høgru, har frámerkið er "Filmsfelagið". Nýggjur føroyskur filmur "Love Acts" Hetta er síða 26 í júst kunngjørdu skránni fyri altjóða filmstevnuna í Haugesund, sum er í døgunum 24.-27 august. Tá verða teir norðurlendsku filmar, sum kappast um norðurlendsku filmsvirðislønina, kunngjørdir. Men tað mangan forvitnisligara er ætlanin um ein nýggjan føroyskan film, "Love Acts", hjá Anton Petersen, sum verður kunngjørd í skránni. Til høgru sæst svenski leikstjórin Richard Hobert, sum gjørdi "Fågelfangarens son". Partur av skránni í Haugesund er sýnisgluggin New Nordic Films, har framleiðarar fáa 7 minuttir í part at pitcha, tað er at greiða frá um nýggjar ætlanir at gera film og harvið at leita eftir íleggjarum undir heitinum Nordic Co-Production Market Projects. Framløgurnar vera bæði á staðni og á netinum mikudagin 25. august. Filmsfelagið skrivar í dag á Facebook, at millum tær 19 verkætlanirnar, sum eru á skránni New Nordic Films á fremstu altjóða filmstevnuni í Noregi, er í ár ein føroysk filmsætlan: "Love Acts" hjá Anton Petersen, sum Jón Hammer, ið hevur Kykyndir, fer at framleiða. Víðari verður sagt, at í mai 2016 sýndi Anton Persen filmin "Balada" í Filmsfelagnum. Leikstjórin segði tá, at "Balada" var eitt minimalistiskt kamarspæl um síðsta kvøldið hjá einum pari, áðrenn tey fóru hvør til sítt morgunin eftir. - Filmurin varð gjørdur stutt eftir fyrsta árið á film.factory í Sarajevo, Bosnia & Hersegovina. Umframt at viðgera evnini skilnað og samleika, er filmurin ein roynd at arbeiða við eginleikunum tíð og rúm í filmi, segði Anton Petersen í Filmsfelagnum, tá filmurin varð sýndur í Havnar Bio 18. mai í 2016. Umframt føroysku filmsætlanini er eisini fyrsta skoltsámisk filmsætlan, "Je'Vida", sum verður løgd fram í Haugesund. Fýra av teim ætlaðu 19 filmunum hava orðið "love" við í enska arbeiðsheitinum: "Acts of Love", "Island of Love", "Love Acts" og "Love Proof". Góða eydnu, Anton og Jón! Ein ferðavinna, sum vit kunnu liva av og liva við Oda Wilhelmsdóttir Andreasen var tjúgu ára gomul, tá hon fekk eitt summarferiustarv í call sentrinum hjá Smyril Line. Henni dámdi so væl í ferðavinnuni, at hon fór í læru á Ferðaráði Føroya. Meðan hon lærdi, gekk hon á Turistakademiet í Randers ein vetur og var summarmánaðarnar í starvsvenjing hjá Ferðaráðnum. Eftir hálvt triðja ár varð útbúgvingin sum akademiøkonomur í ferðavinnu lokin í mars í 1997. - Eg valdi at skriva høvuðsuppgávu við evninum ”Burðardygg ferðavinna í Mykinesi”. Hetta førdi við sær, at eg var í Mykinesi í januar 1997 og interviewaði tey 16 lokalu, sum búðu har tá. Uppgávan kann ikki sigast at vera annað enn sera aktuell í dag, 22 ár seinni, nú øll hava burðardygga ferðavinnu í huga. Eg kom tá fram við eini sekstan uppskotum um at menna burðardygga ferðavinnu í Mykinesi, m.a. at gera pakkaferðir, har man pakkaði ferðaleiðara og gongugjaldið til eigarar og kommunu og seldi til ferðafólk. Eisini skeyt eg upp, at man gjørdi eitt savn, har sum Mikinesmálarin hevði atelier, núverandi Mykinesstova, sigur Oda, sum hevur játtað at skriva ein gestablogg um egnar ferðavinnuroyndir og aktuellu støðuna tá umræður ferðavinnu kring oyggjarar. - Eg fekk tokka til oynna og eri komin her síðani, og havi altíð droymt um at búgva og reka ferðavinnu her, og tað er nú eydnast, so eg kenni meg sera hepna. Tá eg var liðug at lesa í 1997 starvaðist eg fyrst í Randers Regnskov, har eg gjørdi teirra fyrstu marknaðarætlan. Síðani flutti eg til Løkken í Norðurjútlandi, har eg var ferðavinnustjóri frá 1998 til 2003. Eftir hetta var eg produktstjóri hjá Stena Line Danmark við ábyrgd fyri svenska og norska marknaðinum. Tá møtti eg Gurið Højgaard, tí hon starvaðist í Visit Stockholm. Eg hevði 60 ferðadagar um árið, vetur og summar, og gjørdi tematúrar um summarið og sáttmálar við skíðstøð um veturin. Veturin 2007 fluttu eg og sonurin heimaftur til Føroya, har eg fekk starv sum søluleiðari hjá Smyril Line. Eftir hetta varð eg deildarstjóri hjá Føroya Tele og seinastu átta árini havi eg starvast á marknaðardeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, seinni Betri. Summarið 2018 fekk eg prógv í HD Marketing Management og gjørdi av at royna meg sum sjálvstøðuga vinnurekandi í ferðavinnu. Við vaksandi ferðavinnuni vil eg bjóða meg fram at ráðgeva innan burðardygga ferðavinnu og marknaðarføring og geva av mínum royndum. Nú reki eg gistingarhús í Mykinesi um summarið, og bjóði meg fram sum ráðgeva innan ferðavinnumenning og marknaðarføring um veturin. Eg vil so fegin vera við til at menna ferðavinnuna á ein burðardyggan hátt við virðing fyri náttúru, tað er fyskiskari burðardygd, og tí fólki, sum býr her, tað er sosial burðardygd. Fíggjarliga burðardygdin merkir at peningurin liggur har, sum ferðafólkini koma, tað vil siga at tað er týdningarmikið at brúka føroyskar ferðasmiðir og ferðaleiðarar, so peningurin liggur lokalt. Eg má siga, at eg eri sera fegin um góðu móttøkuna, sum mín fyritøka GoLocal.fo hevur fingið. Eg havi havt fyrilestrar um burðardygga ferðavinnumenning fyri kommunum, og undirvíst á ferðaleiðaraskeiði í Suðuroy í vár. Eisini eri eg skrásett í ráðgevarabankanum hjá Vinnuframa, og havi havt onkrar uppgávur í hesum sambandi. Eric Stoen tók myndina Sólseturtúrarnir í Mykinesi hava verið nógv eftirspurdir, og eg havi havt gestir úr øllum heiminum, frá Japan, Kina, Kanada, Týsklandi, Danmark og eisini úr Føroyum. Eg royni at gera alt so burðardygt sum gjørligt, og brúki setningin ”away from the crowd”, tað vil siga burt frá mongdini og ikki meira enn 4-6 fólk. Hetta merkir at mínir gestir í Mykinesi koma kl. 17, tá allir hinir gestirnir fara av oynni. Tey fáa heimagjørdan mat og vit ganga túr eftir eggini norðanfyri bygdina, meðan vit síggja lundar og sólina seta. Vit eru ongantíð meira enn fimm fólk so tað er persónligt og serstakt. Eisini kenna tey seg sum ein lokalan í bygdini um kvøldið, og uppliva tað autentiska oyggjasamfelagið, sum er burtur frá mongdini. Tey gista her og fara inn aftur við bátinum um morgunin kl. 11, tá allir eindagsturistarnir koma. Framtíðarútlit fyri ferðavinnuna Eg vænti, at ferðavinnan fer at vera eitt triðja bein at standa á hjá Føroyum. Í løtuni byggja vit fleiri hotell og matstovur, og upplivilsir blóma kring alt landið til gleði fyri lokalar íbúgvar og okkara útlendsku gestir. Tað er týdningarmikið, at Visit Faroe Islands hevur tættan dialog við lokalfólkið og roynir at spjaða ferðavinnuna kring alt landið alt árið, so man ikki týnir nakrar fáar bygdir og gøtur og stressar tey lokalu, sum har búgva. Vit mugu eyðmerkja tey støð, har lendi ella fuglalív er sárbært, gera góðar gøtur og enntá avmarka ferðafólkatalið, fyri at verja fugl og lendi. Sosial og mentanarlig burðardygd er týdningarmikil. Tað, at man nú krevur pening frá føroyingum fyri at ganga í fjøllunum, rakar á sosialu burðardygdina og skapar neiligan hugburð til ferðafólk, hetta má loysast sum skjótast. Eg síggi fyri mær, at vit um 5-10 ár, fara at hava ferðavinnu alt árið. Ráðstevnur, ítróttarkappingar og annað, sum er off season, og meira high end ferðafólk um summarið. Føroyar eru sera lítlar og tí eisini viðbreknar, og tí mugu vit vera kritisk og satsa uppá færri fólk, sum gjalda meira. Og vit mugu lurta eftir lokalíbúgvunum. Ferðavinnan er við til at gera Føroyar ríkari í mun til mentanartilboð, og er eisini við til at gera okkum varug við okkara siðsøgu. Víkingabusetingar verða grivnar fram, storytelling verður greiðari, matmentanin blómar, alt hetta er orsakað av ferðavinnu. Tað er jaliga árinið av ferðavinnuni, sum elvir til eina mentantarliga burðardygd. Nú vóni eg bara, at bøndur, Visit Faroe Islands, kommunur, náttúrufelagsskapir og lokalir íbúgvar seta seg saman og finna eina gongda leið, sum øll kunnu liva við. Ferðavinnan gongur uppá tvørs av øllum landsstýrisfólkunum, samferðsla, vinna, mentan og fiskivinna, so vónandi verður hetta ovast á listanum hjá komandi samgongu eftir løgtingsvalið. Eg elski Føroyar og vil gera alt, hvat eg kann og megni, fyri at vit innan ferðavinnuna menna og skapa tilboð, sum øll, bæði ferðafólk, vinnan og íbúgvar her á landi, fara at gleðast um. Oda Wilhemlsdóttir Andreasen, gestabloggari Fýramannafar flotað á Gitche Gumee Seinastu árini hevur exil-føroyingurin, Torfinn Hansen, tikist við at smíða eitt fýramannafar. Báturin er skaptur inni í skóginum við Lake Superior* í Kanada. Nú er flotta farið endiliga flotað slakar 5.000 kilometrar úr Føroyum. Sum myndin vísir, flýtur báturin væl á verðins víðasta vatni. Hann hevur vakurt og harmoniskt spring. Fýramannafarið hjá Torfinni er skitsað við íblástri frá fotomyndum og upplýsingum úr skipalistanum og bókini hjá Andras Mortensen um hin føroyska róðrarbátin. Listarliga skapið er tó eisini tikið úr kensluríkum minnum. Í fimmtiárunum plagdu Torfinn og barndómsvinurin í Havn, Rógvi Holm, at meta, hvussu ymsir bátar bóru seg. Fúrstaligt far Á hesum nýggja farinum eru 19 føtur og 10 tummar millum stavna; tað er tveir tummar undir eitt fýramannafar. Reisingarnar eru sum á røttum føroyskum báti, men stavnarnir standa tó nakað hægri fyri at gera bátin meira fúrstaligan. Tollarnir lena væl út, men sjálvur báturin er ikki so væl útlagdur. Næstovasta remmuborðið kundi kanska verið spent longri út. Men nú gongur báturin betur ímóti, hóast hann harvið verður vátari. Torfinn heldur, at føroyingar funnu tann besta mátan at smíða bát. Hann kundi kanska bygt upp á føroyskan manér við fjalum og naglum. Men nei. Báturin hjá Torfinni er bygdur holvdur í verkstaðnum í Michipicoten; við stavnunum niður og kjølinum upp. Symfoni úr viði Og alt annað er eisini egið. Eingin nagli er brúktur millum bond og borð; alt er límað saman við epoxy. Borðini eru kvartan tumma tjúkk og evnað úr krossviði, sum er úr okoume-træi. Hesin viðurin er vakur og kann snarast og bendast uttan at brotna. Men hann rotnar lætt, og tí er báturin dýggjaður undir í epoxy, sum eisini tettir hesi fínu finérborðini heilt. Bondini eru úr douglasgranni, og stokkurin er úr laglímaðari furu. Ytri stokskantur er tó úr ljósari eik eins og tollar, skeytar, reisingar og kjølur. Bekkir og rengur eru úr hvítum sedristræi, sum er lættari og bleytari enn tað reyða sedrið. Styrktur Innan er báturin styrktur við glastrevjum, sum eru lagdir tjúkt yvir kjalarborð og kjøl. Torfinn bar ótta fyri, at kjalarborðini ikki skuldu tola flesjar og flúrar. Eisini fyri styrki hevur báturin húnar til homlubond heldur enn hol í stokkin. Nokk so nógv alda er á Lake Superior, so stokkurin skal vera sterkur, um báturin skolar upp á land; hann skal ið hvussu er ikki signa undan egnari vekt. Báturin hevur bara tríggjar bekkir. Fyri lærbekkin er sett kista til leysamotor, sum brúkar propan sum brennievni. At sigla ætlar 78 ára gamli Torfinn eisini; antin við føroyskari ella hetlendskari seglføring. Í útvarpssendingum um Lake Superior greiðir Torfinn Hansen frá um m.a. hendan góða bát. Røðin verður endursend komandi vikurnar í Kringvarpi Føroya. Tann fyrsta kemur nú sunnudagin 23. august klokkan 15.00. * Gitche Gumee á upprunamáli Mynd: Roelof, Kanada Tekstur: Høgni Mohr Við Kringvarpinum í biograf Mikudagin 25. september fer Filmsfelagið at frumsýna stuttrøðina "Eg reið mær avstað - ein søga um føroyingar og country" sum biograffilm í Havnar Bio. Suni Merkistein hevur gjørt filmin, sum varir 132 minuttir. Sýningin er fyrsta royndin í samstarvi millum Filmsfelagið, Kringvarp Føroya og Havnar Bio. Hesa vetrarhálvuna fer Filmsfelagið at hava sýningar hvørt mikukvøld. Atgongumerkjasølan er byrjað. "Sorgblíðu countrysangirnir um einsemi og longsul munnu hava borið við eina viðkvæma lind í føroysku fólkasálini longu frá fyrstan tíð, at sangirnir hava verið at hoyrt úti í Norðuratlantshavi. At vit flóna um hjartað av hesum tónleiki er ikki bara tí, at tað er ein søga um eina fremmanda tónleikamentan, sum føroyingar hava funnið aftur og sjálvir eru farnir at tulka, hon varpar eisini ljós á okkara samleika, søgu og tónamentan". Soleiðis verður sagt í nýggjari stuttrøð um føroyingar og countrytónleik, sum Kringvarp Føroya fer at senda í sjónvarpinum í heyst. Men longu tann 25. september fer Filmsfelagið at frumsýna stuttrøðina sum biograffilm í Havnar Bio í einum nýskapandi samstarvi við Kringvarp Føroya. Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, fer at innleiða sýningina, sum er almenn. Nýggi heimildarfilmurin, ”Eg reið mær avstað” , sum Suni Merkistein hevur lagt til rættis, og Rúni Friis Kjær hevur klipt og sett saman, varpar ljós á tvær føroyskar meginútrásir. Greitt verður frá, hvussu føroyskir langfarasjómenn, ið fiskaðu á fjarleiðum fyri á leið seksti árum síðani, fingu tokka til tann amerikanska countrytónleikin, sum teir bóru við sær heim undan Ný Foundlandi. Soleiðis birtist ansurin í Føroyum upprunaliga fyri hesum tónleiki. Hóast countrysiðvenjan man standa sterkari í Føroyum enn í londunum uttan um okkum, gingu kortini fleiri ár til country vaks fram sum ein føroysk tónlistagrein fyri seg. Og her koma vit til aðru útrásina. Søgan byrjar í 1989 - fyri tretivu árum síðani. Tá fer hin tá 23 ára gamli tónleikaframleiðarin Jákup Zachariassen av sínum eintingum til Nashville. Ørindi hansara eru at vita, um áhugi er á amerikansku countryháborgini fyri føroyska sangaranum Alex Bærendsen. Soleiðis byrjar ein næstan ævintýrlig søga um gávaðar føroyskar amatørar og hitt mæta A-liðið í Nashville. Í higartil óbrúktum filmsupptøkum fylgja vit Jákupi Zachariassen í upptøkuhølum í Nashville saman við Halli Joensen og Kristinu Bærendsen - tveimum av best umtóktu føroysku countrysangarunum nú á døgum. "Eg reið mær avstað" lýsir í stórum søguna um hesi trý høvuðsnøvnini á føroyska countrypallinum, men í afturliti verður ljós eisini varpað á eitt nú Alex Bærendsen. Tónleikaframleiðarar og countrykennarar - nevnast kunnu Óli Poulsen, Niclas Johannesen, Birgir Kruse og Petur Rouch - greiða frá og bera fram sína hugsan í filminum. "Eg reið mær avstað" er 132 minuttir til longdar, tá hann verður sýndur út í eitt í  Filmsfelagnum  í Havnar Bio 25. september. Lagt til rættis, handrit og upplestur: Suni Merkistein Klipping, myndaviðgerð, grafikkur og plakat: Rúni Friis Kjær Ljóðviðgerð: Finnur Hansen Upptøkur: Gestur Lómstein, Hallur Thomsen, Rúni Friis Kjær og onnur. Framleiðsla: KVF 2019 Varskó: Handaverk og list skal á breddan nú! Katrin Bech, verkætlanarleiðari, og Eyðun Gaard, stjóri í Námi  (foto: Árni Øregaard) Fyri Nám hevur Katrin Bech, verkætlanarleiðari, síðan ársbyrjan kannað og kortlagt lærugreinina handaverk og list og borið saman við støðuna í øðrum londum. Støðan er ikki góð, men nógv kann gerast  Orsøkin til kanningina er at finna í samgonguskjalinum, har sagt verður, at neyðugt er at styrkja kreativu og handaligu lærugreinarnar. - Tað var júst hendan arbeiðssetningin, eg fekk frá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, og síðan at gera eina roynd at finna fram til átøk, hugskot og loysnir, ið kunnu styrkja handaligu lærugreinarnar, sigur Katrin. - Fleiri orsøkir eru til, at fakið ikki hevur ta rúmd, ið tað eigur, sigur Eyðun og vísir á, at í kjalarvørrinum á Pisa-kanningunum hevur stórt fokus verið á lestrarfakligu lærugreinarnar í hádeild, sum helst hava skúgvað handaligu lærugreinarnar til viks. Pisa-sjokkið - Í Noregi hava tey tosað um ”Pisa-sjokkið”, og rákið hjá okkum, sum er, at flestu næmingar skulu víðari til gymnasialt miðnám, førir eisini við sær, at næmingar í hádeild velja fak eftir hesum fortreytum. Tá tykist ikki, sum um handaligu og listarligu lærugreinirnar fáa nakra rúmd, sum aftur er við til at skerja okkara handaliga og listaliga hugflog, og ikki minst okkara dannilsisfatan, sigur Eyðun álvarsamur, nú Katrin hevur lagt fram fakligu kanningina. - Tað er ilt at meta um, hvørt tað einans er Pisa-kanningin, ið er orsøkin til íkomnu støðuna, men tað er eingin ivi um, at føroyski fólkaskúlin er vorðin meira málstýrdur seinnu árini. Hetta er eftir míni meining ein stórur missur, heldur Tóra Joensen, ráðgevi í handaverki og list. - Royndir fylla alsamt meira í yngru flokkunum, og tað ávirkar undirvísingina. Allir lærarar vilja, at eins egni flokkur stendur seg væl. Men um skúlin leggur seg ov nógv eftir úrslitum, sum bara kunnu mátast og vigast, so er skjótt, at vit fáa eina ov málstýrda undirvísing, sigur Tóra.  Viknandi fakligur førleiki Á Námsvísindadeildini velja tey lesandi heldur ikki handaligu lærugreinarnar sum linjugrein. Tí verða nýggir lærarar heldur ikki settir við úti í skúlunum. Tað avdúka hagtølini, sum Katrin hevur savnað. - Fakta er, at tølini, sum hon hevur fingið frá okkum, tala fyri seg, sigur Noomi í Dali, námslektari í handaarbeiði á Námsvísindadeildini. Hóast avbjóðingin er í fleiri pørtum, sigur hon, at higartil hava sera fá tikið linjugrein innan handaligu lærugreinirnar, eftir at útbúgvingin varð løgd um í 2008. - Her eru ongar kreativar grundlærugreinar longur, so tey lesandi møta ikki møguleikanum, og fara heldur ikki at hugsa um, hvørt tað kundi verið nakað fyri tey. Tey, sum raðfesta kreativa økið, eru bert tey, sum frammanundan hava eitt greitt ynski tann vegin, sigur Noomi og greiðir frá, at flestu undirvísarar, sum vóru á økinum undan broytingini, eru ikki longur á deildini. - Fyrr vóru tvey størv í tónleiki, eitt í smíð, eitt í evning og myndlist, eitt í handarbeiði, eitt í heimkunnleika og eitt í drama. Tað eru sjey størv. Nú er eitt í handarbeiði og eitt hálvt í tónleiki. Hetta merkir, at skal ein linjugrein verða, so má fólk setast til tað, og har eru sera fá, sum hava bæði handverksliga og kreativa útbúgving og akademiskan førleika omaná, sum nú er eitt krav at fáa starv, tí vit nú eru partur av Fróðskaparsetrinum. Og um har var onkur, so er eitt fyribils starv, sum bert er tríkvartstíð, kanska ikki tað mest freistandi, heldur Noomi. Eins og onnur í hesum viðtali vísir hon á, at læraralesandi heldur velja lærugreinar, ið hava nógvar tímar á talvuni tá tey koma út í fólkaskúlan, so sum føroyskt, støddfrøði og enskt. Á Námsvísindadeildini rakar gongdin ikki bara handaligu og kreativu lærugreinarnar, men eisini aðrar, sum hava fáar tímar, vil Noomi vera við. - Tað er umráðandi at tryggja, at allir næmingar fáa nøktandi undirvísing í handaligu lærugreinunum. Ein treyt er, at tað eru útbúnir lærarar. Í løtuni koma alt ov fáir, fyri ikki at siga eingin, lærari út við einum prógvi í handaligari lærugrein - undantikið smíð, har koma nakrir út í ár. Tað er sera óheppið, at so fá læraralesandi hava tær handaligu lærugreinarnar sum linjugrein. Her krevst ein broyting, sigur Tóra. Katrin sigur, at hagtølini greitt benda á, at vit í løtuni ikki fáa nóg nógvar lærarar við linjugrein ella sergrein í handaligum lærugreinunum út í skúlan at undirvísa. Katrin sigur, at lærarar við kompetansu at undirvísa á fakøkinum fækkast og eldast, hóast somu lærarar greitt ynskja at styrkja førleikarnar við skeiðstilboðum. Misjavnt úti um landið Eyðun Gaard vísir á, at politiska skipanin hóast alt hevur roynt at gjørt munagóð átøk, sum í fyrrárið at seta námsráðgeva í handaverki og list, og at skúlaleiðslurnar í fjør fingu tveir tímar til hvønn flokkin at ráða yvir. - Tímarnir kundu verið brúktir til handaverk og list, men teir fara í flestu førum aðrar vegir, staðfestir Eyðun. Tóra er samd í at fakliga støðan kring landið er ikki góð. - Tó, tað er ymist frá skúla til skúla, hvussu nógvar tímar næmingarnir hava í handaligu lærugreinunum, og tað er eisini ymist, hvørjar lærugreinar eru umboðaðar í handaverki og list. Tað er tó vist, at næmingar í fleiri skúlum fáa ikki ta undirvísing í handaligu lærugreinunum, sum tey eiga at fáa, sigur Tóra, sum eisini hevur skipað fyri skeiðum í Námi. - Vit hava havt skeið fyri handarbeiðslærararum tvey ár á rað, har fjøruti møttu. Vit kunnu gleðast um, at vit hava so nógvar ágrýtnar handarbeiðslærarar, men samstundis mugu vit sanna, at umstøðurnar eru ikki nøktandi á øllum skúlum, sigur Tóra og vísur til P-fak skipanina, sum er ein trupulleiki. P-fak skipanin endurskoðast - Lærarar tykjast vera á einum máli um, at skipanin skal endurskoðast. Um næmingarnir skifta lærugrein sættu hvørja viku, er torført at fáa samanhangandi undirvísingargongdir. Eisini kunnu næmingarnir vera í ymiskum bólkum, sum ger tað torført at fylgja eini læriætlan. Í fleiri førum er skipanin ein forðing fyri at lærarar kunnu arbeiða við djúphugsni og áhaldni, ið júst er ein eftirlýstur førleiki hjá fleiri í dag. Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Undirvísingar- og mentamáladeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum sigur, at tað er umráðandi, at næmingarnir fáa høvi til at royna seg í øllum lærugreinunum, ið eru savnaðar undir heitinum handaverk og list. Tær eru sangur og tónleikur, tilevning, handarbeiði, smíð og  heimkunnleiki. - Fólkaskúlalógin ásetur, at fyrstu sjey skúlaárini skulu allir næmingarnir hava allar lærugreinarnar, og tí er umráðandi, at skúlin ger eitt heildaryvirlit, nær undirvíst verður í hvørjari lærugrein, so ein skipan verður ment, har næmingarnir fáa møguleika at hugsavna seg sum mest um fakið. Skúlarnir eiga eisini at umhugsa at leggja evnisdagar og evnisvikur í skipanina, sum gevur næmingunum høvi at nýta síni kreativu evni í dagligu undirvísingini, har musisku og kreativu evnini eru ein viðkomandi partur og eitt hent læriamboð, sigur Jenny. - Tað er eisini ein spurningur, um vit ikki áttu at lagt øðrvísi til rættis, so at næmingarnir fyrstu fýra árini læra arbeiðshættir, fáa innlit í lærugreinina og møguleika at menna skaparnarevnini, og seinnu árini fáa møguleika at velja lærugrein eftir áhuga, heldur Jenny. - Spurningurin er, hvussu vit á besta hátt gagnnýta bæði førleikan hjá læraranum og hølisviðurskiftini í handaligu lærugreinunum kring landið, sigur Katrin. Hon heldur, at á størru skúlunum eru hvørki læraraførleikarnir ella hølisviðurskifti størstu avbjóðingarnar, men á smærru skúlunum eru avbjóðingar bæði at fáa lærdar lærarar og at undirvísingin er í hóskandi hølum. Kreativir vitanardeplar kring landið Eyðun Gaard tekur undir við tankanum um at vitanardeplar kundu verið gjørdir úti um landið í samstarvi við skúlaleiðslurnar og í tøttum samstarvi við bæði Nám og Námsvísindadeildina. - Innihaldsliga kunnu hesir vitanardeplar hava røtur í tí, sum gongur fyri seg á staðnum. Dømi kundi veri, at  í Klaksvík kundu Tekniski skúli og Skúlin á Skúlatrøð umframt Húsarhaldsskúlin, saman við mentanarøkinum í býnum skipað fyri og staði fyri menningini av lærugreinunum í handaverki og list. Við í hesum toyminum skulu Nám og Námsvísindadeildin vera, soleiðis at skilja, at tá tú vendir tær til vitanardepilin, fær tú inspiratión og skeið, við øllum tí, sum hevur við júst hetta fakøkið at gera. Annar vitanardepilin kundi verið í Sandoynni, har vit nú hava ein eftirskúla við jørð og mold, samstundis sum vinnulívið og landbúnaðurin roynir nýggjar leiðir við Veltuni. Soleiðis kundu vit eisini fari til Suðuroyar, har ítróttarháskúli, langhylur og innandurahøll geva bestu fortreytir fyri at byggja eina serstaka vitan upp, ið fólkaskúlin heilt vist kann gagnnýta, siga Katrin og Eyðun um vitanarøki, sum longu eru sjálvsøgd, meðan onnur skulu byggjast upp frá grundini. - Ein tílíkur depil skal verða við til at tryggja, at allir lærarar í øllum undirvísingarverkinum fáa atgongd til nýggjastu vitanina, nýggjar læru- og undirvísingargongdir og virka fyri at skapa fortreytir, soleiðis at vit fáa eitt fakligt netverk sett á stovn, sum á ymiskan hátt arbeiðir fyri at styrkja og at varpa ljós á allar tær handaligu lærugreinarnar, sigur Katrin og sipar til Anne Bamford, sum var her í landinum og kannaði listaliga fakøkið í skúlum og barnagørðum í 2012.  - Tað ræður um at skapa karmar, sum gera, at fólk innan ymsu økini í handaligu lærugreinunum koma í samband við hvørt annað. Bamford vísir á, at allastaðni síggja vit miðstøð, deplar, og hon mælir til, at vit eisini eiga at gera hetta møguligt í Føroyum. Í niðurstøðuni vísir Anne Bamford á sjey høvuðstilmæli. Í einum tilmæli verður víst á, at samstarv má setast í verk millum skúlarnar og ymisku feløgini og stovnarnar, sum arbeiða innan list og mentan. Listin blómar - men ikki í skúlanum Umframt kanningina hjá Anne Bamford, “List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum”, tekur Katrin eisini fram álitið “Føroyskur førleiki”, sum Mentamálaráðið tók stig til í 1999. - At breiða út vitan og at skapa fortreytir fyri samstarvi, so vitanardeplar spyrjast burturúr, er ikki nakað nýtt fyribrigdi hjá okkum. Arbeitt varð við slíkari tankagongd í álitinum “Føroyskur førleiki“, sum viðger framtíðar útbúgving og granskingarpolitikk. Har verður mælt til at undirvísingarverkið eisini skipar vitanardeplar. Katrin sigur, at óansæð hvønn leiklut vit hava í skúlaverkinum, kunnu vit øll hava eina varhuga av, at tær handaligu lærugreinarnar seinnu árini hava verið nógv niðurraðfestar. - Tað kann kennast løgið at hava slíkar tankar ella sjónarmið í Føroyum anno 2020, tá listin í víðastu merking, uttanfyri skúlans gátt, tykist at verða í besta blóma í øllum samfelagnum, heldur Katrin fyri. - Vit megna heilt vist at venda skútuni, bara vit vilja tað, sigur Tóra afturímóti. Tað krevur eina hugburðsbroyting, har tær handaligu lærugreinarnar fáa hægri raðfesting og tann ábyrgdin liggur hjá mynduleikunum, sum eru Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og skúlaleiðslurnar, heldur hon. Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum er samdur í, at tær skapandi lærugreinarnar eiga at fáa rúmd. Men samstundis heldur hann fyri, at eitt er, hvat mann kann ynskja sær, annað er hvussu veruleikin sær út júst nú. - Havandi í huga alla okkara skipan, soleiðis sum hon er sett saman í løtuni, so kann eitthvørt gerast, til tess at eggja til betri nýtslu av skapandi læring. Skúlar kunnu eitt nú gera meira brúk av møguleikan við teimum tveimum ”umbýtistímunum”, sum broytingin í fólkaskúlalógini í fjør gevur møguleika til. Hjalmar mælir eisini til at nýta hugflogið, og í størri mun at tora at bjóða lærugreinum sum føroyskum og støddfrøði av við eini skapandi tilgongd. - Her kunnu leiðslurnar ganga á odda við at eggja til og geva møguleikar. At slept bókini ella undirvísingartilfarinum, ið vanliga verður nýtt í lærugreinini, og so byrja undirvísingina við spurningum sum “Hvussu náa vit málunum í lærugreinini við eini skapandi tilgongd?” Dømið er ikki úr leysum lofti. Undir koronastongslinum hoyrdi Hjalmar ein pápa siga frá, at sonurin, sum gekk í níggjunda flokki, helt tað var bæði læruríkari og stuttligar at ganga í skúla, nú tey høvdu koronaundirvísing, tí tey sluppu at brúka aðrar hættir, og undirvísingin varð øðrvísi enn vanligt. - Hetta varð gjørt við at dokumentera ítróttartíman hjá tær sjálvum við myndum og filmi. Genialt - fakligt og skapandi, sigur ein vælnøgdur stjóri í Undirvísingarstýrinum eftir framløguna hjá Katrini. Eldsálir og gransking   Samanumtikið er ilt at meta um framtíðarútlitini í handaverk og list. Tað heldur Tóra, sum ávarar um, at verður einki gjørt, so versnar álvarsliga støðan. - Hinvegin eru góðir møguleikar at betra um viðurskiftini, tí vit hava eldsálir úti á skúlunum. Fáa hesar eldsálir góðar umstøður, og vit samstundis fáa nýútbúnar lærarar, so sær framtíðin ljós út, sigur Tóra. Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, vísir eftir framløguna á, at bæði land og kommunur noyðast at leggja áherðslu á økið, so at skúlarnir hava møguleika fyri at skipa eina fjøltáttaða undirvísing í handaverki og list. - Vit hava nógvar góðar skúlar kring landið við fjølbroyttum hølismøguleikum, og eisini er náttúran dygst við dyrnar í nógvum støðum, men vit nýta ikki altíð teir møguleikarnar. Læraraførleikin er ein fortreyt, og leiðslan hevur eisini ein leiklut, tí er ráðlegging og fyriskipan umráðandi, so at musisku og kreativu lærugreinirnar fáa rúmd á talvuni og í ymsu lærugreinunum, sigur Jenny. Katrin endar framløguna um aktuellu støðuna hjá handaverki og list í føroyska fólkaskúlanum við eini ásannan av, at eins og í grannalondum eru øll skúlafólk noydd til at seta sjøtul á kjakið og fara til verka alt fyri eitt. - Verður bíðað ov leingi, kann væntast, at aðrir fakbólkar mugu takast inn í undirvísingarverkið at lesa tímarnir í teimum handaligu lærugreinunum, sigur hon. Eyðun er eins ótolin og Katrin. - Tá tað kemur til handaverk og list, mugu vit byrja beinanvegin, soleiðis at tað aftur gerst spennandi og virðiligt at vera lærari í fakinum. Námsvísindadeildin eigur eisini at fáa til vega játtan, sum gevur rúmd fyri fakligari gransking á økinum, tí einki hjálpir sum gransking at lyfta vitanarstøðið og síðan virðingina fyri fakinum, sigur Eyðun Gaard at enda. Katrin Bech, verkætlanarleiðari (foto: Árni Øregaard) Grein hjá Námi í Skúlablaðnum 2020 Trump og Arktis - stórveldispolitikkur í ríkisfelagsskapinum Ólavur Dalsgarð, sum er stjórnmálafrøðingur, og arbeiddi við eini PhD verkætlan um trygdarpolitikk í Arktis, gestabloggar um Trump og Arktis í aktuellum ljósi: Í sambandi við amerikonsku forsetavitjanina í Danmark 2. og 3. septembur, eru fleiri serfrøðingar frammi í miðlunum við gitingum um, hvørji ørindi Donald Trump hevur, og hvørja móttøku hann fer at fáa. At umboð fyri bæði føroyska og grønlendska heimastýrið eru boðin at luttaka á vitjanini, kann benda á, at ljós verður varpað á amerikanska áhugan í norðaru pørtunum av ríkisfelagsskapinum. Hóast ein samtíðarmeldur á okkara leiðum, um nýggjar vinnumøguleikar og transarktiskar farleiðir samantvunnið við hugtøk sum veðurlagsbroytingar, náttúruvernd og burðardygga menning, eigur at havast í huga, at USA hevur eina heilt aðra geostrategiska tilgongd til arktiska víðøkið enn vit og okkara grannalond annars. Hesin munur kann væl merkja, at okkara væntanir um nýggjar handils- og samstarvsmøguleikar verða møttar við geopolitiskum krøvum um at fylgja NATO ásetingum um verjuútreiðslur og at varðveita status quo í Arktis - m.a. við at skerpa atgongd fyri onnur stórveldi. Veðurlagsbroytingar í Arktis Arktis er eitt tað sjónligasta dømi um alheimsupphitingina vit hava hoyrt um. Í 2016 var miðalhitin í Arktis 2 hitastig hægri enn miðalhitin í árunum 1960 til 1990. Økti hitin hevur verið ein jøvn gongd alla 21. øld og hevur m.a. havt við sær, at nøgdin av ísi í Arktis minkar ár undan ári. Her er talan bæði um tjúkdina og víddina á ísinum, og tískil er talan um at størri havøki verður atkomuligt í eitt longri tíðarskeið. Nógvir vinnumøguleikar verða tengdir at øktu atkomiligheitini í økinum. Mest umrøddu møguleikarnir hava verið troyting av náttúrutilfeingi og nýggjar farleiðir til farmaflutning og ferðavinnu. Størstu frambrotini innan off-shore olju- og gassleiting og framleiðslu í Arktis í nýggjari tíð hava verið í Russlandi og norska partinum av Barentshavinum. Í Grønlandi hevur eisini nakað av leitivirksemi verið, men eins og í Føroyum hava oljufundirnir har ikki verið í framsleiðsluverdum vavi, og stóru útlendsku oljufeløgini løgdu fyribils árarnar inn í Grønlandi tá oljuprísurin raplaði í 2014. Útlendskir íleggjarar, úr eitt nú Kina, hava somuleiðis arbeitt við stórum verkætlanum í sambandi við námsvinnu á landi, og hava enntá boðið seg fram at byggja flogvallir í Grønlandi. Men hesar verkætlanirnar eru heldur ikki komnar veruliga ígongd. Prudhoe Bay oljufeltið, ið varð funnið norðanfyri Alaska í 1967, er stórsta oljufeltið, sum nakrantíð er funnið í Norðuramerika. Stórar oljuútbyggingar fóru longu tá ígongd og varð oljan, ið varð leidd suður ígjøgnum Transalaska rørleiðingina, leingi av týdningarmestu veitingunum av eginframleiddari olju hjá USA. Men í mun til støðuna í Noregi og Russlandi, hevur minkandi ísurin ikki leitt til økt oljuvirksemi út fyri Alaska, hóast eitt gott grundarlag við eitt nú væl útbygdum infrakervi til framleiðslu annars. Eisini hevur nógv verið tosað um transarktisku siglingarleiðirnar, ið kunnu stytta frástøðuna ímillum Atlantshav og Kyrrahav útvið 30%, í mun til at sigla ígjøgnum Suezveitina. Sjálvt í Føroyum verður  fylgt við í spenningi, hvørt skipaferðslan norðurum fer at økjast. Og eisini her vísur tað seg at vera á Norðeysturfarleiðini fram við arktisku strondini í Russlandi, at skipaflutningurin serliga stendur fyri vøkstri. Men tó, vøksturin av farmaflutningi eftir hesum leiðum er í stórstan mun innanríkisflutningur hjá russum, og tí kann ikki sigast at hetta er nær námind at verða eitt álítandi alternativ til leiðina ígjøgnum Suez og Panama veitirnar. Ein týðandi orsøk at ferð ikki kemur á altjóða farmaflutningin er, at farmaskipsvinnan er skipað á tann hátt, at bingjur skulu ikki bara flytast frá A til B. Ístaðin skulu skipini, sum sigla ímillum Asia og Evropa, taka ímóti, og avskipa farm í fleiri ymsum havnum á leiðini. Tí er eisini ein bygnaðarliga forðing í vinnuni at fáa lønsemi í farmaflutninginum norður um Arktis. Stórveldispolitikkur og status quo USA hevur sum áður nevnt eina munandi øðrvísi tilgongd til arktiska víðøkið, enn hini arktisku strandarlondini. Eitt er at USA hevur minni áhuga at menna ráðevnisframleiðslu í Arktis enn hini londini. Hetta er serliga blivi týðiligt eftir stóra frambrotið innan fløgugass (shale gas & oil) framleiðslu, ið leiddi til at USA fór frá at innflyta stórar nøgdir av olju og gassi til egi brúk, til at gerast nettoútflytari í 2011. Sostatt hevur USA ikki sama fíggjarliga áhuga at útvinna ráðevni úr arktisku undirgrundini, sum eitt nú Noreg og Russland hava. Hesin skerdi áhugin fyri Arktis sæst eisini aftur í øðrum viðurskiftum, bæði um samanborið verður við strandarlondini og onnur stórveldi. Seinastu 43 árini hevur USA havt ein ísbrótara tøkan. Hetta hevur m.a. merkt, at USA í fleiri førum hevur havt fyri neyðini at biðja aðrar tjóðir við betri ísbrótara førleikum um hjálp. Av londum, sum hava betri ísbrótara førleikar enn USA, kunnu nevnast Russland, Kanada, Finnland og Svøríki, meðan onnur fjarskotin lond, sum Kina og Korea, eru um at yvirhála USA á hesum økinum. Í 2019 hevur kongressin tó samtykt at seta pening av at byggja tveir nýggjar ísbrótarar. Men hetta er tó ikki tað sama sum at siga, at Arktis hevur minni týdning fyri USA enn hini strandarlondini. USA hevur hinvegin ein størri strategiskan áhuga í Arktis, enn fólk geva sær far um. Undir kalda krígnum var strategiski áhugin væl sjónligari enn í dag. Eitt nú var NATO-støðin, við radarskýggjum og kuplum uppi á Sornfelli, partur av Distant Early Warning skipanini (DEW Line), ið skuldi ávara um møgilig kjarnorkurakettálop á amerikanska meginlandið. Harvið blivu Grønland, Ísland og Føroyar partar av eini buffarazonu hjá USA. Tá vóru navigatiónsskipanir til t.d. kavbátar somuleiðis tengdar at samskiftisstøðum, sum vóru á landi. Og eisini í hesum sambandi vórðu Loran-C støðir bygdar í bæði Føroyum og Grønlandi. Kalda kríggið er møguliga ein farin tíð, og nýggj fylgisveinatøkni hevur tikið yvir leiklutin hjá bæði DEW og Loran-C. Men tað merkir ikki, at Arktis hevur minni strategiskan týdning fyri USA í dag. Verðuleikin er hinvegin, at USA hevur tað geopolitiska áhugamálið at varveita status quo í Arktis við tí fyri eyga, at halda onnur stórveldi burtur frá norðuramerikanska heimspartinum. Amerikanski uttanríkispolitikkurin hevur tikið støði í Monroe doktrinini síðani 1823. Monroe doktrinin var ein allýsing av, at bæði Norður- og Suðuramerika vóru seráhugaøkir hjá USA, og at onnur lond ikki skuldu hava hernaðarliga ella politiska ávirkan í hesum heimspørtum. Endamálið var tá serliga at steðga hjálandavirkseminum hjá evropearum, men við nýkveikta áhuganum, eitt nú hjá londum sum Kina at gera íløgur í Grønlandi, og harvið keypa sær atgongd til norðuramerikanska meðinlandi, verður Monroe doktrinin aftur viðkomandi fyri amerikanska uttanríkis- og trygdarpolitikkin. Við Monroe doktrinini hevur USA sett seg í eina heilt serliga støðu, ið einki annað stórveldi hevur megnað síðani statskipanin, ið vit kenna í dag, varð rótfest eftir “Friðin í Westfalia” í 1648. Tann støðan verður sambært offensivum realistum, sum er ein skúli innan altjóða viðurskifti, nevnd regional hegemony. Hetta hugtakið merkir, at øll stórveldi stremba eftir at vinna sær regionalt, og í summum førum globalt, yvirveldi. Tað merkir at ein “regional hegemon” er eitt stórveldi, ið er einaráðandi í sínum heimsparti, og at onki grannaland hevur møguleika at hótta hesa støðu. USA hevur tí havt ein landafrøðiligan fyrimun, ið hevur gjørt tað møguligt at gerast heimsins valdsmiklasti statur. Hyggja vit at øðrum søguligum stórveldum, t.d. Nazi Týsklandi, Keisaraveldini hjá Napoleon, Russiska Tsarinum og sjálvt Sovjetsamveldið, hava tey altíð havt minst ein valdsmiklan granna, ið hevur verið førur fyri at berja niður, ella balansera valdsmunin. Av geopolitiskum ávum, er høvuðsáhugamálið hjá USA í Aktis tí at varðveita status quo og harvíð sína trygdarstøðu sum regionalt yvirveldi í Norðuramerika. Men stór ábyrgd fylgir eisini við leiklutinum sum heimsins valdsmiklasti statur. Umvegis NATO samgonguna hevur USA verið høvuðstrygdarveitari fyri allan Vesturheimin. Hetta merkir m.a. at lond sum Danmark kunnu frávelja sær kjarnorkuvápn, tí tey eru fevnd av trygdaravtaluni við USA. Men eitt krav fyri at sleppa undir NATO kjarnorkuskjólið hjá USA er, at limalondini binda seg at brúka í minsta lagi 2% av BTÚ til verju. Síðani Sovjetsamveldið fall í 1991, er játtanin til donsku verjuna støðugt minka úr 2,0% niður í 1,17% í 2017. Tí hevur verið ró fram undir, at ríkisfelagsskapurin hevur givið Danmark stóran avsláttur í NATO limagjaldinum. Men um hugt verður at verjujáttanini hjá øðrum NATO limalondum, bendir lítið á, at ríkisfelagsskapurin setur Danmark í eina serstøðu. Í 2017 vóru tað, umframt USA (3,6%), einans Bretland (2,1%), Estland (2,1%), Grikkaland (2,4%) og Póland (2,0%), ið hildu seg til NATO-samtyktina at brúka 2,0% av BTÚ til verju. Donald Trump vísti longu í sínum valstríði á, at hann ikki metti hesa støðuna í NATO vera haldbara, og hann hevur í fleiri førum víst á, at tað ikki er rímuligt, at USA skal gjalda so stóran part fyri trygdina hjá hinum londunum. Fleiri dømi eru um, at Donald Trump tekur stór stig, at gera álvara úr sínum valretorikki og lyftum annars. Hann hevur bæði sagt upp kjarnorkuavtaluna við Iran og tikið USA úr París-sáttmálanum. Men tá tað umræður NATO snýr hansara retorikkur seg meira um at varðveita verandi geopolitisku støðuna, heldur enn at broyta tað stóru myndina. Tað er ein fyrimunur fyri USA, at fleiri lond í Evropa, og aðrastaðni við, eru lutfalsliga sterk hernaðarliga, tí hetta styrkir um verandi støðu hjá USA sum einasta regionala, um ikki globala, yvirveldi. Miðlasøgur, at Donald Trump ætlar at keypa Grønland, eru í sjálvum sær veruleikafjarar. Men tær byggja ein geopolitiskan veruleika, sum sigur, at USA góðtekur ikki at lond sum Kina og Russland ogna sær politiska ávirkan í Norðuramerika umvegis vinnuligar íløgur o.a., eins og vit síggja tað í Afrika. Samstundis er Danmark ein av trúfastastu samgongupartnarum hjá USA, og tí er núverandi støða, har danska stjórnin t.d. sjálv velur at byggja flogvallir í Grønlandi heldur enn at lata kinverjar keypa seg inn tann vegin, góð fyri USA. Tað kann lítil ivi verða um, at hóast Donald Trump fer at seta krøv til danir at økja verjuútreiðslurnar, so kemur ikki uppá tal at NATO samgongan, og góða samstarvið ímillum Danmark og USA, verða sett uppá spæl. Hetta tí at trygdarpolitiska serstøðan hjá USA er so tengd av at valdsjavnvágini í verandi heimsskipan verður varðveitt sum hon er, og í samstarvi við NATO samgongulimirnar. Ólavur Dalsgarð, stjórnmálafrøðingur Hvør er besti filmur í Norðurlondum? Altjóða filmstevnan í Haugesund er av og eins og á hvørjum árið endar hon við at kunngerða, hvørjir filmar eru í uppskoti at fáa Filmsvirðislønina hjá Norðurlanda Ráðnum, sum er 350.000 danskar krónur. Í bókstavarøð eftir upprunalondunum eru hesir fimm spælifilmar í uppskoti. Íslendski filmurin Bergmál, sum Rúnar Rúnarsson hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Íslendska dómsnevndin sigur: "Í Bergmáli eftir Rúnar Rúnarsson mætast örsögur sem gerast samtímis kringum jól og áramót, sem er bæði viðkvæmur og hátíðlegur tími. Tími sem hvetur fólk til að endurskoða líf sitt og vekur meiri söknuð en vanalega eftir fjarstöddum ástvinum. Hver saga hefur opið upphaf og opin endalok, hver og ein er eins og sneiðmynd af tilveru. Bergmál fjallar um efnishyggju og neyslusamfélagið, samveru og einmanaleika, ást og ofbeldi, líf og dauða, sem hefur sinn tíma. Hinu trúarlega og hátíðlega er stillt upp gegn því lítilvæga og hversdagslega, sjálfu lífinu. Enn fremur dregur myndin athygli áhorfandans að umdeildari viðfangsefnum á borð við málefni flóttafólks. Bergmál er beitt og djúp greining á samfélagi okkar og þess mörgu lögum og frásagnaraðferðina má kalla ljóðrænt raunsæi, óð til hversdagsins, fegurðar hans og grimmdar. Þetta er afar íslensk mynd sem þó hefur algilda skírskotun. Handritið er krökkt af fegurð og ljóðrænu, hver sena inniheldur eina, kyrrstæða töku, eitt fagurlega samansett og þaulhugsað sjónarhorn, sterkt myndmál og afburða kvikmyndagerð. Tónlistin er lágstemmd en þó áhrifamikil." Norski filmurin, Barn, sum Dag Johan Haugerud hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Dómsnevndin sigur á norskum. Svenski filmurin, Charter, sum Amanda Kernell hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Dómsnevndin sigur um filmin. Norðurlendska filmsvirðislønin, sum hevur verið latin síðan 2002, verður í ár handað í Reykjavík, tá Norðurlanda Ráðið hevur fund har í býnum hin 27. oktober. Teitur á TV2 sunnukvøldið G!festivalurin er nú nakað heilt serligt, akkurát sum Teitur eisini er tað. Gott við G og Teiti og øllum felagsskapi, sum definerar okkum sum mentan og ikki bara sum tjóð. Tveir góðir á Netflix Hóast tað ikki er politiskt korrekt í hesum døgum at viðmæla stroymingtænastur heima á sofuni, nú biografar stríðast við at bjóði fólki góðar filmar, sum eru nýggir og viðkomandi, vil eg kortini bróta hugsaða fiskibannið, tí eg havi drigið tveir góðar á Netflix.  Ein amerikanskan, Uncut Gems, sum fær meg at revurdera Adam Sandler, og en pólskan, The Hater, sum loftar nýggja føroyska hugtakinum talgildsbúgving. Amerikanski filmurin Uncut Gems er gjørdur til Netflix og stroyming. Høvuðsleikarin, sum í tveir tímar og eitt korter myndar filmin, er Adam Sandler, ið eg higartil fyri alt í verðini havi roynt at sloppið undan, tí hann er so infantilt stupidur. Nú hevur hann fingið uppreisn í leiklutinum sum diamanthandlari í New York, sum er í konstantari skuld, tí hann er eisini ein vónleysur gamblari og góðtrúgvin spælifuglur, sum krossar leiðina hjá gírigum veðlánarum, ið við gleði fær meg at hugsa aftur á Rod Steiger í The Pawnbroker um jødan, sum við diskin hevur gloymt, hvat gjørt varð móti honum.  Men ikki bara fyri henda faktuella leiklut, ið viðvíkur tí ytra menniskjanum, men mest tí at hann, Adam Sandler, í hesum filmi stendur upp sum ein nýggjur Al Pacino, sum flaggdagin fór um tey fýrs, so nú er ikki longur neyðugt at yngja mafialeikarar við cgi tøkni. Adam Sandler er nýggjur í leiklutinum sum konstant ekkafullur speed-prátari, akkurát sum Pacino, við høgum frekvensi av banniorðum meðan hann flyggjar frá høgum og lágum, sum hann skyldar pengar. Rútman í filminum og intensiteturin hjá høvuðsleikaranum, sum endiliga hevur fingið eitt ordiligt handrit, fær meg at hugsa longur út á gøturnar í New York, so sum tær verða lýstar í Taxi Driver hjá Scorsese. Og hann er eisini medprodusentur, Scorsese, síggi eg í endanum. Í minum eygum hevur hann bjargað einum vónleysum dilletantsjónleikara og lyft hann upp á støðið við tí besta frá mafiatraditiónini á filmi, sum heilt givið hevur mist momentum, tí søgurnar og figurarnir verða so vónleyst endurtakandi. Men Uncut Gems er ein nýggjur tjansur hjá Sandler, sum við jødiskum baktjaldi lyftir jazzutu stórbýarsenuna fram á skíggjan, so tað er ein so stór fragd at síggja, at nú bíði eg bara eftir at koronastongsilin er av og Atlantsflog fer at flúgva til New York. Til ta tíð havi eg hug at gera ein ferðaklubba, sum í felag fer at steðga har í staðnum, bara fyri at uppliva jazz og nervøst blinksrandi neon í náttarmyrkrinum. Uncut Gems kann stroymast á Netflix og er bestur við tjúkkum italskum mafiavíni afturvið. Ella cola og Jack Daniels, um tú ert til tað.  Pólski biograffilmurin Sala samobójców. Hejter verður sýndur undir heitinum The Hater á Netflix í enskt dubbaðari, talusettari, versión, og við donskum undirteksti. Evnið er tað, sum vit við lærdari frástøðu og kynsleyst yvirskipað kunnu kalla talgildisbúgving og so spritta okkum um hendurnar aftaná. Eitt vatndeyvt orð og hugtak, um vit ikki hava nakað at krøkja uppí hetta stovureina hugtak, sum greitt er blivi til við eitt skriviborð. Talgildisbúgving. Sum um vit kunnu seta okkum afturá og bíða eftir, at vit verða fullbúgvin og talgild infødd eftir eitt skeið við einum danskara sum prakkar eina app og eina bók uppá okkum, so vit duga at trýsta á knøttarnar og samskifta við næmingarnar. Sådan. Tey, sum hava hesa avmáldu vitan um læring og atferð, sum helst hevur verið politiskt umsetilig siðan miðøld, eiga at síggja pólska filmin The Hater. Hann er um hin unga Tomasz, sum er vístur burtur av lærda háskúlanum, tí hann hevur plagierað av netinum. Meðan hann skal lúgva seg til eitt virðiligt samband við húskið, sum í upplýstum íversetaraanda fíggjar hansara útbúgving, skal hann nú út í verðina, hina veruligu, at standa á egnum beinum. Har eru boð eftir honum á eini lýsingarstovu, ið livir av at bjóða politikarum tænastur, sum tá tær eru bestar oyðileggja mótvalevnið við teim sjúkastu lygisøgum, ið seta fake news í nýtt ljós sum ítøkiligur vinnuvegur hjá framfýsnum ungfólki, bara tey savnast og hava tað party stuttligt. Men Tomasz kennir seg ikki væl tí hann er ikki natúrliga stuttligur og kvinnutekkið er einki serligt. Avgerandi fyri leiklutin er, at hansara hatur røkkur longur út enn miðal hatursmeridianin hjá starvsfeløgunum. Nógv longur. Og í einseminum ger hann nakað við tað. Veruleikin rennur saman við telduspøl, har høvuðsleikarin eisini kann verða fleiri figurar, eins og mótvalevni hjá mótvalevni, hvør við sínum vápni, so endaliga uppgerðin verður hin ógvusligast hugsandi. Og legg til merkis, her er eingin innbygd jihad søga ella ætlan tann vegin. Her er bara hvítur stórbýarungdómur, eitt úrslit av almennu miðevropeisku útbúgvingarskipanini í landinum, ikki so langt frá okkum. The Hater er ein óbehagiliga viðkomandi filmur, sum ein spennandi pólskur leikstjóri, Jan Komasa, nú leggur fram fyri okkum sum stroyming á Netflix. Komasa varð í fjør í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina fyri besta altjóða filmin, Corpus Christi (Boze Cialo). Ein leikstjóri, sum borar djúpt og tí kanska lukkast at gera mun í tí evni, hann tekur upp. Far og hygg. Dámar tær filmarnar, so ert tú vælkomin at skriva eitt viðmæli niðanfyri. Ella, gamaní, eitt frámæli í hesi tíð, sum er merkt av fráhaldi og frástøðu.   Tarantino telur Saman við hópin av fólki sá eg nýggjunda filmin hjá Tarantino Unce Upon A Time In Hollywood,  sum Havnar Bio frumsýndi fyri føroyskum áskoðarum, í gjárkvøldið. Áskoðaraskarin livdi við í filminum, tey flentu og higstraðu, sum fyltu tey ljóð á brot í filminum, sum frammanundan vóru gjørd til júst hetta. Eftir lokna sýning vóru spontanir lógvabrestir at hoyra. Hvussu tekniska ljóðformatið enn er við umfarsljóði og øðrum, so prógvar júst hesin filmur, hvussu sosialur ein miðil sum filmur er. Tú skalt síggja í myrkri, helst í eini biograffjøld, har tú dvølist og søkkur inn í teg sjálvan, og so verður rivin úr kinematografiskum svøvni við eini dekonstruktión, ið ikki er, sum hon eigur at vera. Ímeðan halda øll ondini í spenningi um, hvar leikstjórin nú vil hava okkum at fara. Beint nú tykist aldrandi Tarantino eisini at vilja taka persónliga ábyrgd og letur tey ungu í tátíðini, tú mest sum gloymir at søgan fer fram í Tinseltown, hinumegin Atlantshav og hinumegin á Norðuramerikanska kontinentinum, samstundis sum ungdómsuppreisturin fer fram í París, hesumegin, spæla seg sjálvi út á løriftið. Árið er hitt sama, men dreymafabrikkin er ein onnur. Leikstjórin gevur sær stundir, filmurin er útvið tríggjar tímar, tá treylarar verða taldir við, og hann gongur meir enn einaferð í seg sjálvan og letur skuggafigurar hjá Manson fara eftir teimum, sum á filmi í fyrndini lærdu tey um morð. Hetta er ein moralskur filmur um ta ávirkan, sum filmur hevur og um ábyrgdina hjá leikstjóranum, nú byrsu- og revolvaramentanin ger um seg í amerikanskum skúlum. Giti, at sniðfundigi leikstjórin hevur brúkt hendingina við Sharon Tate sum snúningsás at viðgera meingsleys dráp, sum villfarin ungdómur fremur, tí hann er vaksin upp við sjónvarpi og filmi, Tarantino'sa egna virksemi, og eingin skúlaskipan hevur lært hann, ungdómin, um tunnu hinnuna, sum er millum fatan og fana, fakta og fiktión. Frá byrjan er tónleikurin sterkasta útspæl hjá Tarantino. Tað er sum at gera eina Náttarravnssending kreppuárini fyrst í hálvfemsunum, tá øll lurtaðu. Tónleikur er besta framdrift at byggja eina søgu á. Uptempo av samtíðar slagnum, Paul Revere & the Raiders. So koyrir bussurin, sum annar av høvuðsleikarunum, Brad Pitt, sigur upp í saman. Tá kensluregistarið skal víðkast, og ikki bara vera rútma, hoyra vit Neil Diamond. Gongdin er sum vanligt hjá Tarantino sett saman sum brotflatar í ymsari tíð og søgugongd, men í hesum føri stillisligari og greiðari enn í øðrum filmum. Tíðarrúmið er eitt gott hálvt ár í 1969 og úrvaldu dagarnir, sum korrespondera um heildina, eru greitt merktir, og skapa ein stuttligan fótnotupolitikk. Hetta nærlagni er lumpingin sjálv, tí í einum røttum Taratinofilmi verður søgan, tað er tann parturin, sum øll kenna aftur sum semjan um hina rættu søguna, sum eintýðugt veit, hvussu leikur fór fram, dekonstruerað. Skal ikki siga hvussu ultimativi endin verður avgreiddur, men her er tað leikstjórin, ið grípur í egnan barm og tekur ábyrgd fyri at hava medvirka í byggingini av eini harðskapsfilmsmentan, og velur ein nýggjan veg fyri tey, sum søgan drap og skrivaði út úr lívinum. Á sín hátt ein positivur endi, sum vísur á nýggjar møguleikar, bara vit tora at hyggja vilfarnan ungdóm og teirra enn meira villfarnu leiðarar í eyguni og seta tey uppá pláss. Ein dekonstruktión, sum vil nakað og gevur meining. Payback time hjá payback-meistaranum. Bara ein film eigur hann enn á at gera, sigur hann sjálvur við pressuna. Kanska passar tað, kanska ikki. Tað er Tarantino. Hann er fremsti eksponentur fyri, at filmur í biografi er besti fimleikur. Millum okkum og løriftið. Her er intertekstualitetur alla somlu tíðina, serliga til Fight Club , og einu løtuna gongur upp fyri mær, at Matt Helm-tilsipingin við Dean Martin og Sharon Tate, hana sá eg sjálvur inni í sama høli, Havnar Bio, síðst í trýssunum, helst í 69, tá eg var tólv og sá nógvan film við floksfeløgunum, Martin, Elmu og teimum. Góðir dagar, góðir filmar, ið nú koma aftur. Tað er sum Prædikarin sigur: Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur! Kann ikki annað enn viðmæla at fólk við minsta áhuga fyri filmi, fara at hyggja eftir vælupplagda ævintýrinum Once Upon a Time In Hollywood . Henrik Kaufmann - “I kongens navn” Inngangur hjá Hans Andrias Sølvará, sum er dekanur og professari í søgu á Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparseturi Føroya, tá Filmsfelagið mikukvøldið hin 12. august sýndi nýggja danska filmin “Vores mand i Amerika”: Tá ið Danmark varð hersett av Týsklandi 9. apríl 1940 vórðu umboðsfólk Danmarkar uttan fyri tað hersetta Danmark sett í eina tvístøðu, sum veik frá støðuni hjá eitt nú umboðsfólki Noregs. Danska stjórnin valdi at vera sitandi og samstarvaði við týska hersetingarvaldið, meðan norski kongurin og norska stjórnin rýmdi úr Noregi til London, har stjórnin arbeiddi saman við bretum um at fría Noreg frá týska hersetingarvaldinum. Sendifólk Noregs í øðrum londum kundu tí vera trúgv mótvegis norsku stjórnini, sum var í útlegd í London, og samstundis stríðast saman við teimum sameindu ímóti fasistisku samgonguni. Sendifólk Danmarkar komu hinvegin í eina tvístøðu, tí tey antin máttu umboða eina stjórn, sum samstarvaði við fasistisku samgonguna, ella eisini máttu tey leggja sjógv millum seg og tað donsku stjórnina, sum tey umboðaðu. Carl Aage Hilbert amtmaður í Føroyum, sum vórðu hersettar av bretum 13. apríl 1940, valdi at umboða donsku stjórnina og tað gjørdi danski sendiharrin í London, Eduard Reventlow, eisini. Hóast bretar høvdu sagt, at teir fóru at lata Føroyar aftur til Danmark eftir kríggið, so var tað greitt, at mark var fyri, hvussu tætt danska stjórnin kundi samstarva við týska hersetingarvaldið, uttan at tað fekk avleiðingar. Hetta gjørdist greitt í november í 1941, tá sitandi danska stjórnin eftir trýsti frá týska hersetingarvaldinum undirskrivaði tann fasistiska Anti-kommintern sáttmálan, tí tá gjørdist Danmark formliga fíggindi hjá teimum sameindu – Stórabretlandi og Sovjetsamveldinum. Tá sleit danski sendiharrin í London, Eduard Reventlow, sambandið við sitandi donsku stjórnina í Keypmannahavn. Føroyska fullveldisrørslan brúkti hinvegin íkomnu støðuna til at vísa á, at Danmark ikki longur var til sum ríki, og at alt vald í Føroyum var fallið aftur til føroyska fólkið, men tað góðtóku bretar, sum høvdu hersett Føroyar og m.a. vóru farnir í kríggj fyri at fría Danmark frá týskum yvirræðið, kortini ikki. Bretar høvdu eina aðra støðu í Íslandi, sum teir vistu hevði fingið fullveldið í 1918, og sambært íslendskum søgufrøðingum eggjaðu amerikanarar í 1944 íslendingum til at taka endaligu loysingina frá Danmark. Tann spurningurin, sum móti krígsenda gjørdist alt meira umráðandi var, at tær norðuratlantisku oyggjarnar fingu øktan hernaðarligan týdning. Tí gjørdist tað umráðandi fyri tey sameindu og USA, ið eftir japanska álopið á Pearl Harbour í desember 1941 beinleiðis varð komið uppí kríggið á sameindari síðu, og hevði stóran áhuga í Grønlandi, at norðuratlantisku oyggjarnar komu við í eina vesturlendska hernaðarsamgongu eftir kríggið. Filmurin, sum vit skulu síggja um eina løtu, snýr seg um danska sendiharran í Washington, Henrik Kaufmann, sum undir øðrum umstøðum og fyritreytum valdi aðra leið enn m.a. amtmaðurin í Føroyum. Kaufmann sýtti longu 9. apríl 1940 fyri at umboða donsku stjórnina, sum hann ikki helt hevði møguleika fyri at virka frælst, og valdi tí at stríðast móti fasistisku samgonguni úr Washington, eins og norðmenn gjørdu úr London. Hann virkaði samstundis fyri, at USA fekk ein týðandi leiklut í Norðuratlantshavi undir og eftir kríggið. Eg havi ikki enn sæð filmin og veit tí heldur ikki, um hann nemur við føroysk viðurskifti, men virksemið hjá Henrik Kaufmann hevði eisini týdning fyri Føroyar, og tað er tann vinkulin, ið eg ætli mær at siga nøkur orð um her. Á veg til London í juni 1940 var norski uttanríkisráðharrin, Halvdan Koht, í Føroyum í nakrar dagar, har hann tosaði við leiðandi føroysk fullveldisfólk – m.a. við Jóannes Patursson. Tey vóru samd við Koht í, at norskar herdeildir áttu at avloysa bretsku herdeildirnar í Føroyum. Føroysk fullveldisfólk hava helst av røttum mett, at tað fór at vera lættari at seta á stovn sjálvstøðugt føroyskt ríki við bert norskum herdeildum í oyggjunum. Ætlanin hjá Koht var hinvegin at slóða fyri, at Føroyar eftir kríggið komu undir Noreg. Koht og eftirmaður hansara, Trygve Lie, sum seinni gjørdist fyrsti aðalskrivari í ST, arbeiddu eisini í London fyri, at Føroyar eftir kríggið skuldu koma saman við Noregi. Meðan Koht virkaði fyri tjóðskaparligum norskum áhugamálum, so virkaði Lie eisini fyri, at Føroyar eftir kríggið skuldu vera liður í verjuni av m.a. Noregi. Fyrst í 1941 skeyt Lie upp fyri bretum, at eftir kríggið skuldu Bretland, USA, Kanada og Noreg ganga saman í eina norðuratlantiska hernaðarsamgongu við hernaðarstøðum í Føroyum, Íslandi og í Grønlandi, har Ísland kanska skuldi luttaka sum sjálvstøðugur limur, meðan Føroyar og kanska eisini Grønland komu undir Noreg. USA gjørdi tað greitt fyri Lie, at USA ikki fór at góðtaka eina varandi hertøku ella nakað, sum broytti verandi støðu Grønlands. Tað var greitt, at støðan hjá USA var, at skuldi nakað annað vald enn Danmark eiga Grønland, so skuldi tað vera USA. Bretar settu eisini spurnartekin við ynskini hjá Koht og Lie um Føroyar og hildu, at tað var í so bjartskygt at rokna við, at amerikanarar fóru at vera virknir í verjuni hinumegin Atlantshav eftir kríggið. Men hetta var tíðliga í 1941 og nógv broyttist sum kríggið leið móti endanum og tey sameindu stórveldini, USA og USSR, gjørdust alt meira ósamd um, hvussu friðurin í heiminum skuldi tryggjast eftir kríggið. Tekin eru um, at bretar, sum høvdu lovað at lata Føroyar aftur til Danmark eftir kríggið, eftir at danska stjórnin í november 1941 skrivaði undir Anti-kommintern sáttmálan, umhugsaðu at hótta danir við at stuðla føroyskum fullveldiskrøvum. Í øllum førum umhugsaðu teir at hótta danir við at stuðla fullveldisrørsluni, fyri at fáa danir at vera meira virknar á sameindu síðuni í krígnum móti nasistisku-fasistisku samgonguni. Men í Washington virkaði Kaufmann longu í 1940 ímóti føroyskum fullveldi og norskum áhugamálum í Føroyum. Henrik Kaufmann sýtti sum nevnt fyri at gera eftir boðum frá donsku stjórnini og megnaði, uttan heimild frá donsku stjórnini, 9. apríl 1941 at gera avtalu við USA um verju av Grønlandi – ikki í stjórnarinnar, men “I kongens navn”, sum er heitið á ritgerð hjá Bo Lidegaard um Kaufmann. Við hesi avtalu tryggjaði Kaufmann, uttan heimild frá donsku stjórnini, at Danmark varðveitti yvirvaldsrættin yvir Grønlandi, men prísurin var, at USA fekk rætt til at byggja hernaðarstøðir í Grønlandi. Uttan avtaluna hjá Kaufmann hevði Grønland helst komið undir USA undir krígnum. Í 1942 gjørdi Kaufmann greitt, at Noreg ikki hevði nakran rætt til Grønland eftir kríggið og hann gjørdi greitt, at eisini Føroyar eftir kríggið og langa tíð framyvir skuldi vera ein partur av donsku krúnuni. Amerikanarum dámdu heldur ikki norsku ætlanirnar hjá Trygve Lie, sum mintu um ætlanir um at skapa eitt “Stórnoreg” eftir kríggið. Hóast hetta arbeiddu norðmenn framvegis við ætlanunum, og so seint sum í februar 1944 spurdu bæði Trygve Lie og norski krúnprinsurin, Olav, íslendska konsulin, Thor Thors, í New York um møguleikarnar fyri eini samgongu millum Noreg, Ísland og Føroyar. Ein navngivin norðmaður skuldi beinleiðis havt spurt Thor, um íslendingar kundu hugsast at vilja skift donsku krúnuna út við ta norsku, men Thor hevði vinaliga víst tilboðnum frá sær. Kaufmann skapti ikki stóra amerikanska áhugan fyri serliga Grønlandi, men tað, at hann við ólýdni móti donsku stjórnina fekk tryggjað Danmark ræðið yvir Grønlandi, fekk helst eisini týdning fyri Føroyar. Í øllum førum skrivaði Eduard Reventlow stutt eftir fólkaatkvøðuna um loysing í 1946 til danska uttanríkisráðharran Gustav Rasmussen, at Danmark mátti virka fyri, at Føroyar vórðu hildnar innanfyri ríkiskarmarnar. Grundgeving hansara var, at tá Ísland í 1944 endaliga fór úr danska kongaríkinum, varð leiðin til Grønlands ov long og viðurskiftini við Grønland ov trupul at røkja uttan Føroyar. At Gustav Rasmussen skilti hetta sæst týðiliga av, at hann hevur viðmerkt NB við júst hesa grundgevingina. Eftir kríggið virkaði Kaufmann eisini fyri, at USA framhaldandi kundi hava støðir í Grønlandi og at Danmark, sum ikki hevði gjørt stórar skreytir í krígnum, kundi vera millum stovnandi limirnar av ST og NATO. Harvið slóðaði Kaufmann ikki bert fyri, at Danmark slepti gamla neutralitetspolitikkinum, men hann virkaði eisini ímóti norskum áhugamálum í Føroyum og kom við avtaluni við USA 9. apríl 1941 um verju av Grønlandi at styrkja um danska áhugan fyri Føroyum í eini tíð, tá Føroyar eins og Ísland var um at gerast sjálvstøðugt ríki. Bo Lidegaard vil beinleiðis vera við, at Danmark uttan avtaluna hjá Henrik Kaufmann við USA um verjuna av Grønlandi hevði mist Grønland til USA, og so hevði danski áhugin fyri Føroyum valla verið so stórur í 1946. Og so er heldur ikki vist, at lagnan hjá Føroyum hevði verið akkurát tann, sum hon gjørdist eftir kríggið. Hans Andrias Sølvará Lítið hús í lítlum býi Hjálmar Dam er altavgerandi høvuðsleikarin, ið mest sum einsamallur ber filmin "Illir andar" (Pablo Merín 2018), sum Kringvarpið hevur sýnt tríggjar ferðir um jólini Ummæli av filminum ”Illir andar”: Tað larmar illa, tá leikhússtjórin dregur borð og stól eftir gólvinum í tóma teatursalinum. Eins illa larmar tað, tá kvinnurnar ganga eftir pallinum og gjøgnum øll rúmini í húsinum. Húsini eru ógvuliga sjónlig sum Sjónleikarhúsið í Havn.  Tað er ikki bara gott. Í øllum tómleikanum hoyrir lutfalsliga ungi leikhússtjórin ljóð og sær lutir, sum flyta seg. Illir andar eru farnir at fylla tóma húsið, har hann er og hevur verið einaráðandi. Men eingin er her, og eingin kemur her, forvissa tey fáu fólkini, sum enn eru uttan um hann, hann um. Sum í eini ordiligari ræðusøgu tykist alt forlátið. Skútan er søkkandi.  Men so eru boð eftir honum at spæla við í einum leiki uppi í Norðurlandahúsinum, mentanarliga spjótoddinum í øllum landinum.  Bráddliga hevur professionelli veruleikin uttan fyri ringvegin purrað út, og alt hjá amtørunum í miðbýnum fer av skriðuni. Hevur hann ikki gjørt tað fyrr, fer leikhússtjórin nú ordiliga at drekka. Søgan er ein allegori um eitt hús, har eingin tykist koma og eins lítið hendir, uttan dystir við allareiða innlagdar demonir. ”At bjarga Sjónleikarhúsinum” er ein útsøgn hjá høvuðsleikaranum, eg hefti meg við. Veit ikki, um eg, eftir at hava sæð filmin trý kvøld á rað í sjónvarpinum um jólini, skal taka hetta ønskriliga neyðarróp í álvara. Veit heldur ikki, um eg skilji rætt, tá eg fati søguna sum eitt kommunalmentanarligt neyðarróp úr einum húsi, sum kvalist í egnum illum andum, tí alt annað er stongt úti, hóast viljin heilt vist hevur verið annarleiðis. Veit ikki. Men tað er ikki feilurin hjá Hjálmari Dam, at søgan ikki kemur út um pallkantin og sannførir meg um, hvat hon vil mær og hvørja tulkingarleið, eg skal fara við hesi ræðusøgu í einum spøkilsishúsi í dagsljósi, sum við annarleiðis ljósseting kundi nomið við ”The Shining” á heimavølli. Hjálmar ger í hvussu er sítt ítasta at bera søguna gjøgnum teatursalin, foyéruna og øll rúmini í søguliga bygninginum, sum stendur so vakurt sjónligur mitt í Havn, filmiska spøkilsishúsið.  Men sum framleiðsla er filmurin í grundhugsan fyrimyndarligur, ja í roynd og vera eitt mentanarpolitiskt ódnartak uttan líka í allari býarsøguni: elsta Sjónleikarahús í býnum setir atgongumerkjasøluna í veð fyri einum nýggjum filmi, ið er um gamla húsið, tey sjálvi halda til í. Og nýggi filmurin skal so vísast í júst hesum gamla húsinum. Tað er fólksligur mentanarpolitikkur, sum vil nakað. Ítøkiligt og mitt í Havn, har lítið annað enn fótbóltur er til. Eftir hesi tulkingarál er tað ein missur, at Tjóðpallurin ikki verður nevndur. Vildi ynskt, at søgan fekk flog undir veingirnar. Men tað fær hon ikki. Burtursæð frá páklistraða inn- og útganginum, sum er eins framúr og hann er malplaseraður sum púra skeiv vørulýsing.  Føroyski filmurin, ”Illir andar”, ið er frá 2018, er 73 minuttir. Pablo Merín, sum hevur gjørt hann, er úr Mendoza í Argentina og giftur í Føroyum.  Hundavald Sálmisturin minnir okkum á tað hundavald, sum kemur í, tá menn gerast sjúkir eftir makt og lata rot koma í atferð og yvirvøld. Tað sóu vit á tingi, tá fólkaræðisliga skipanin var í fríum falli, og landsins kosnu uttan avmarking í eins fríum vitnisburði kundu greiða frá um egnar upplivingar, tá teir kendu seg fjøtraðar í einum lgbt-reiðri har suðri á evropeiska meginlandinum.  Um henda hallusinerandi royndin í bundinskapi var í kjalarvørrinum á Timothy Leary, varð ikki sagt, men landsmaðurin Thomas Savage kendi seg í hippieárinum sjeyogtrýss kallaðan at skriva søguna The Power of the Dog, ið ávarar menn um eitrandi hundavald. The Power of the Dog.  Av somu ávum hevur nýsælendska Jane Campion gjørt søguna til film við sama heiti, sum Sálmisturin í fyrndini risti úr ermuni, tá hann ávaraði um rot, tí hann sá hundavald fyri sær.  Einki er nýtt undir sólini. Og tí stendur tyktandi áminningin hjá Sálmistinum enn fyri okkum: ”Máttur Mín er tornaður upp sum pottabrot, tungan loðar føst í gómum Mínum, og Tú leggur Meg niður í dust deyðans. Tí hundar standa rundan um Meg, hinir óndu í hópatali sláa ring um Meg; teir hava stungið Meg ígjøgnum hendur og føtur. Eg fái talt øll bein Míni; teir hyggja at Mær og halda frægd at tí. Klæði Míni býta teir ímillum sín, um kyrtilin kasta teir lut. Men Tú HARRI, ver ikki langt burtur, styrki Mín, skunda Tær at koma Mær til hjálpar! Bjarga sál Míni undan svørðinum, hini einastu Míni undan hundavaldi!” Hetta er hin reinasta maktpoesi. Frá guddómliga Sálmaskaldinum til fólkið.  Hon hevur enn gildi, áminningin um at hundavaldið, The Power of the Dog, er til í hvørjari vrá, og at uppgávan hjá tí rætttrúgvandi er at sleppa okkum undan hesum eitrandi mansvaldi.  Tað er missiónin, maktin og poesiin. Amen. Øll vita - uttan Føroyar! Bæði Politiken og Berlingarin, sum eru stórar gamlar avísir og tíðindamiðlar í Danmark, hava seinastu dagarnar fortalt okkum heimalandsføroyingum alt um ein minutt á ljóði, har ein landstýrismaður fær turt uppá frá einum aðalstjóra - ella er tað øvugt - um 5G samstarvið við Huawei í Kina, annars missa vit kinesiska laksamarknaðin hjá Bakkafrost, sum eisini stuðlar karismatisku Kelduni, har landstýrismaðurin syngur í kóri, og annars er í sama politiska flokki sum føroyska handilsumboðið fyri Huawei, og báðir eru undir leiðslu av løgmanni, sum fyrr arbeiddi fyri konkurrerandi telefyritøkuna, sum eisini dúvaði uppá Huawei, og sum er úr sama politiska flokki, sum núverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum stillaði upp fyri. Og takk fyri tað! Tað er sum inngangurin til sjónvarpsrøðina Soap í fyrndini, tá sjónvarpsfeløgini vóru kring landið, síðst í 70’unum, og øll persónsambondini skuldu lýsast. - Eru tit forvirraði? Bíða bara til tú sært næsta partin av Soap , ljóðaði lýsingin. So koyrdi tað. Men tá var Dagblaðið eisini í hæddini. Men eini minutturin av nútíðar samrøðu á hægsta føroyska heimastigi er bannaður at spæla í føroyskum miðlum, ella í hvussu er í Kringvarpinum, sum sambært Føroya Rætti hevur tiltuskað sær upptøkuna á óndsinnaðan og ólógligan hátt. Kann eingin annar føroyskur miðil á føroyskari jørð spæla okkum henda eina minuttin, ella skalt tú verða danskt skrásettur danskari í Danmark fyri at spæla henda eina føroyska minuttin? Higartil kunnu vit í hvussu er takka syðra partinum av ríkinum, hinum suðurdanska, fyri at fylgja við í, hvat hendir í okkara egna landi í hesum altjóða glantrileiki. Í meðan bíða vit. Sum í absurda Beckett leikinum um Godot. Haldi, at føroyska pressan má vakna og siga okkum, hvat aðalstjórin segði við landstýrismannin í Tinganesi, ella hvar teir halda til og hava teirra áhugamál, landinum - kanska - at frama. Í meðan kemur ivin ongum til góða. Í hvussu er ikki hesum báðum í absurda leikinum, sum eingin veit, hvat er um, hvat plottið er, ella um tað er tann reina reyvafallskomedia av slapstick-slagnum frá tíðini innan ljóð varð sett til film. Spæl nú ljóðfíluna! Føroyska pressan, tit eru eftirlýst! Sangfilmur vann kapping hjá Námi Í gjárkvøldið vann 20y á Glasi kappingina hjá Námi við stuttfilminum "Havið er eitt mysterium". Tólv filmar frá miðnámsskúlum kring landið vóru við í stuttfilmskappingini um 30.000 krónur frá Námi um besta filmin um Heimsmál nummar 14, sum er um lívið í havinum. Aftaná filmsýningina savnaðust øll í flokkinum framman fyri pallinum í Havnar Bio og sungu sangin "Havið er eitt mysterium", sum er kjarnin í filminum. Eitt perfect match Árni Øregaard, sum er formaður í dómsnevndini, segði, at í dómsnevndini hava tey verið samd um, at filmkamera, kanska bara í eini fartelefon, og hvussu vit umsita havið, hevur verið eitt perfect mact.  ”Mest sum øll hava fangað evnið og sett tað í sama karm - tað er at blaka eina plastfløsku í havið og væntað at hon bara hvørvir. Men gjøgnum prosessina hava øll lært, at tað ringasta vit kunnu gera, er “at koyra á vestfallið”. At blaka burturkast í havið, og vænta at tað hvørvir og ongastaðni og ongatíð sæst aftur. Hetta fata vit sum ein kjarna í ocean literacy. At fata og skilja havið á ein støðugt nýggjan hátt, sum vit eisini seta okkum fyri at fortelja øðrum um,” segði Árni, sum er margmiðlasmiður í Námi. Vit vóna at tit hava havt tað stuttligt Tóra Petersen segði, at tey í Námi og í dómsnevndini gleddust um luttøkuna hjá næmingunum í filmskappingini.  ”Vónin er, at tit øll, bæði tit sum hava vunnið og tit sum ikki vunnu hesuferð, hava lært okkurt. Kanska tit hava lært okkurt nýtt um heimsmálini og um havið? Kanska tit hava lært okkurt nýtt um tað at gera film? Og kanska tit hava lært okkurt um, hvussu tit hvør sær arbeiða, hvussu tað er at arbeiða í einum bólki, og hvussu tað er at loysa eina uppgávu, sum hevur nøkur krøv, samstundis sum uppgávulýsingin gevur stórt frælsi. Kanska eru tit vorðin greið yvir, hvat tit duga væl og hvat tit kundu hugsað tykkum at duga betri? Og mest av øllum, so vóna vit eisini at tit hava havt tað stuttligt,” segði Tóra, sum er nýsettur trivnaðarráðgevi í Námi. Næmingarnir kenna nógvar filmar Dómsnevndin, sum taldi fimm fólk, var hugtikin av nógvum filmum og serliga teirra tilsipingum til aðrar filmar, ella intertekstualitet. Birgir Kruse helt fyri, at ”eini filmurin leiðir tankarnar til Baz Luhrman, tí filmurin er ein duell í sólbrillum, poetry slam, millum tveir persónar, sum greitt geva úttrykk fyri teirra grundsjónarmiðum um burðardygd, og at avbjóðingin er ikki eintýðug og sjálvsøgd. Eitt gott tíðardokument, sum eisini kann vera stand up poetry slam show, so góður er teksturin. Ein annar filmur er tættpakkaður við vitan og upplýsingum um havið. Í einum sekvensi síggja vit eina lummalykt lýsa á dálkingarkeldur. Eitt sigandi signal um mest dálkandi partin í føroyskum øki, sum allíkavæl ikki telur við. Huglagið í einum øðrum filmi er ljóst og hugvekjandi. Vónin um framtíðina er grundarsteinurin í einum fangandi videolagi um tað mystiska havið. Tað er ikki sørt, at vit fanga okkum í at syngja við” segði Birgir, sum er ritstjóri í Námi. Plast er ein avbjóðing í havinum Karina Toftegaard og Sólvá Jónsdóttir, søgdu, at ”Ein annar stuttur filmur er upptikin á eini brúgv í Klaksvík. Meðan vit síggja flotan liggja hinumegin, fer einsamalli leikarin at fiska og fær ein evarska lítlan fisk, sum hann stingur í lumman. So flytir kamera og vit síggja eitt fjall av plastikkfløskum. Hugvekjand stuttfilmur, sum leiður tankarnar aftur til tað komiska og slap stick show hjá Buster Keaton í svørtum-hvítum í tjúgunum.” Tær hildu fram við at vísa á, at í vikuni hoyrdu vit, at plast er ein avbjóðing og at heimsins mest dálkandi fyritøkur á hesum øki eru coca cola og pepsi við teirra plastfløskum.  ”Tí er tað serstakliga áhugavert, at eini flokkurin hevur valt at brúka plastfløskuna og lívið hjá eini plasfløsku sum fast sjónarhorn í øllum filminum. Og so verður spolað aftur og vit síggja alt í rewind. Neyðars GoPro kamera, helt dómsnevndin, tá fløskan ikki bara fór á sjógv, men eisini í fløskuautomatina, søgdur Sólvá, sum er ráðgevi og Karina, sum er ritstjóri í Námi.  Í einum filmi verður ein fløskupostur drigin fram og settur inn í eitt tíðarperspektiv. Dómsnevndin var samd um, at besti einstaki sekvensur er undirsjóvarmyndir í einum baðikari, har høvuðsleikarin viklar seg inn í plastikk, og sær burturkast detta niður í váta elementið. Ein estiskt serstakliga væl frágingin roynd, ið hugtók øll, segði dómsnevndin, sum eisini nevndi hesar filmar: ”Tveir dreingir ganga í gøtuni og leita eftir eini skerllispann. “Blak bara”, sigur annar. “Blak bara!” Í einum ræðufilmi síggja vit eina gentu føða eitt plastikkbarn. Í einum øðrum føri er høvuðspersónurin á seiðabergi. Heimkomin steikir hann fiskin - og doyr. Í einum filmi síggja vit ein bommpakka úr plasti fara avstað í vindinum. Ikki ólíkt “American beauty”. Referansurnar eru nógvar og vitanin um film er stór,” segði dómsnevndin. Vinnarafilmurin lýkur allar treytir Hugskotini vóru nógv á filmskvøldinum, og dómsnevndin fekk torføru uppgávuna at sortera og velja burturúr. Men veljast skuldi og Eyðun Gaard, stjóri í Námi, fekk úrskurðin hjá samdu dómsnevndini, sum staðfesti vinnaran soleiðis: "Vinnarfilmurin lýkur allar treytir, ið eru settar til kappingina, har úrvalda evnið er heimsmál nummar 14, sum er lívið í havinum og hugtakið “Ocean Literacy”. Umframt hetta formalistiska krav, er dómsnevndin eisini av teirri fatan, at filmurin ikki bara er alment upplýsandi, men eisini er inspirerandi og lyftir filmaðu framsetingina upp í nýggjar hæddir, so vit kunnu syngja afturvið. Vinnandi filmurin er ein hybrid filmur, sum eisini rúmar sangleikahevdini. Umframt at fáa okkum at undrast um havið, fær hann okkum at syngja um havið. Fyri hetta inspirerandi avrik heldur dómsnevndin, at vinnandi filmurin í stuttfilmskappingini hjá Námi eigur at vera “Havið er eitt mysterium” hjá 20y á Glasi. Til lukku við avrikinum, til lukku við vinninginum". Eftir at hava lisið grundgevingina frá dómsnevndini, handaði Eyðun umboðum fyri flokkin, sum høvdu gjørt vinnandi filmin, heiðursbræv, ið prógvar, at tey hava vunnið 30.000 krónur. Fotografera, so tú minnist, hvar tú hevur verið Triða sunnudag í advent vóru vit við Hoyvíkstjørn, at geva dunnunum og svanunum breyð. Um tveytíðina meðan tað enn er ljóst. Tá breyðpakkin er uppi og sólin er um at fara niður aftanfyri Kirkjubøreyn, fer Olaf at sproyta eftir dunnunum. Sindur djarvur, tí tær kundu reist fjarðarnar, serliga stóru svanirnir. Olaf vil hava myndatólið frá abba og sleppa at fotografera dunnurnar, svanirnar og alt, sum er við Hoyvíkstjørn, eisini tunnuflakan, sum er sokkin og rennuna, sum hann pissaði í. "Man skal fotografera, so man minnist, og ikki gloymir, hvar man hevur verið," sigur Olaf. Meir skal ikki til, at abbi er samdur, og letur Olaf sleppa at fotografera. Gott at abbi hevur fartelefonina. Eftir smølu gøtuni millum Tjarnargarð og húsini hjá Føroya Arbeiðarafelag, sær Olaf eitt myndaveni. Tað er múrurin, sum fyrr hevur verið bláur, men nú er hvítur. Málingin er dottin av, so ein bláur blettur kemur fram. Ein greið grafisk mynd, sum sigur søgur. Hann steðgar, siktar og trýstur á knøttin. Klikk. Fyrra myndin er mín, hin er hansara.Yviri við Hoyvíkstjørn hevði Olaf funnið út av, at myndin kann verða tætt við og langt frá.So nærkast klokkan trý og jólamaðurin er komin í Tórsbyrgi, har tey dansa jólatræ og hava sungið tríggjar jólasangir. Øll børnini fáa pakka, eisini Olaf, sum nú er í reyðari húgvu. Aftaná fara vit inn í hitamiðstøðina at fáa kakao og gløgg. Nú mugu vit styrkja føroyskt Tað er nú alment at vit duga ov illa føroyskt. Tað sigur PISA kanningin. Men hóast nógv átøk verða nevnd í nýggjastu PISA-frágreiðingini, at bøta um vánaligu støðuna í móðurmálinum, so halda vit - tað eru almennu Føroyar - fram, sum um einki var hent. Vit manna og kvinna týdningarmestu størv við persónum, sum ikki duga tað, sum tey í Føroyum kalla teirra móðurmál. Í dag er tað ein danskt-talandi persónur, sum bæði í skrift og talu, við ein eins danskt-talandi føroyskan journalist í Kringvarpinum, tosar danskt um ein skottilburð í føroyska Miðvági. Verri og meira lívshóttandi verður tað ikki. Og tá er samskiftisførleikin danskur. Minni lívshóttandi hevur prátið verið um lekar á okkara einasta føroyska listasavni. Hetta samskiftið hevur eisini verið á donskum, tí leiðarin er, eins og leiðarin undan henni, danskt-talandi. Nýggjur rektari er eisini settur á altjóða Fróðskaparsetrinum. Í allari neyðini kunnu vit siga, at hann er so ikki danskt-talandi, men enskt-talandi. Men tað flytir so ikki samskiftið nærri móðurmálinum, sum vit fakliga duga so illa, heilt niður í níggjunda flokk og alt tað, sum er undan tí floksstøðinum. At Almannaverkið hevur ein norskt-talandi leiðari fati eg bara sum eitt krydd omaná útlendska samskiftinum og tað hevd, sum úr erva leggur lunnar undir ein økismiss, og steðgar fyri eini natúrligari menning til gerandis at læra seg fakheiti um kriminalitet, myndlist, gransking og almannamál á okkara egna móðurmáli. Hugsa tær um løgmaður, bispur og tíðindaleiðarin í Kringvarpinum vóru danskt-talandi, bara fyri at skjóta seg undir eina vanliga whataboutismu ? Ella at komandi stjórin á Glasir heldur ikki verður føroyskt-talandi? Eg fari fult og heilt at taka undir við PISA-frágreiðingini um, at vit mugu styrkja støðuna hjá móðurmálinum, og í størri mun handfara móðurmálið í praktiskum arbeiði hvønn dag. Tað nýttar ikki, at almenn ráð, nevndir og myndugleikar støðugt gera tilmæli um, at tað ikki er neyðugt at duga móðurmálið, tá tú skal verða leiðari, midlari og øvrigheitspersónur í Føroyum. Nú mugu vit styrkja føroyskt og sleppa burtur úr hesum økismissi, sum almennar setanarnevndir hava lokkað okkum út í. Skermspøl og filmar uttan føroyskan tekst og talu gera ikki ringu støðuna hjá móðurmálinum betri. Á blaðsíðu 71 í PISA-frágreiðingini verður sagt, at “enskt trokar seg inn á føroyskt, tí tíðin, næmingarnir brúka til føroyskt, verður alsamt minni. Sostatt verður føroyskt fyri økismissi.” Á næstu síður verður hildið fram við hesum orðum: “Um føroyskt er fyri álvarsomum økismissi, sum mangt bendir á, fáa næmingarnir ilt við at skilja, meta um, greina og hugleiða um evni av ymiskum slagi og á ymiskum torleikastigi á føroyskum.” Tey, ið hava skrivað PISA-frágreiðingini taka soleiðis saman um við víkjandi lesing: Watering hole Í trettandu útgávuni av ensku orðabókini hjá Collins, sum telur 725.000 orð, finna vit orðið watering hole. Eitt gott stað at møtast við vinum og starvsfeløgum, at fáa nakað undir góman, ikki bara fyri arbeiðssteðgin á middegi, men eisini fyri at summa seg, njóta útsýnið, og tað máltíð, vit fyrr róptu døgurða, tá alt steðgaði upp, tí tú fórt heim, har mamman hevði døgurðan kláran og útvarpið stóð frá og tú frætti tað, sum vert varð at frætta. Og so aftur í skúla, ella til arbeiðis. Tann tíðin er farin. Socioøkonomiska støðan er so, at á middegði hava vit pausu, einki útvarp, og kanska ein fuktigan matpakka við í lummanum heimanífrá. Livurpostej og makrel klamsað saman, við agurk fyri eyguni, so tú kanst fyrigykla tær, at hetta er ikki eitt ferðslukrasj í oyðimørkini. Watering hole.  Hvar ert tú? Jú, tað finna vit oman eftir Hallartúni í hotellinum Hilton henda dag, vit hava sitið og tikið dagar ímillum tólv innkomnar filmar í skúlakappingini um hin besta, sum viðger fjúrtanda heimsmálið hjá ST, tað um lívið í havinum. Vinnarin verður kunngjørdur fríggjakvøldið klokkan sjey í Havnar Bio. Men aftur til mánadagin um middagsleitið. Miðmáli stendur á matskránni. Martin kemur framvið og bjóðar okkum feska ostru. Løgd á ís við sitrón omaná. Tænasta er fremst í hansara sinni, atferð og persóni. Hann er ímyndin av tænastu, semjast vit um, uttan diskussión. So stoyta vit omanav skelini og niðurum. Og so eitt glas av seinraparts te úr rabarbusaft afturvið. Millumrokning uttan rokning. Bara fyri at møta okkum og venda og snara støðuni, mest sum uttan orð. Undurfult undirkast frá Martini. Nú kemur rætturin, vit hava bílagt. Omaná er tiramisu í glasi og ein góður koppur av kaffi. Framúr. Fleiri ferðir framúr. Matur, umhvørvið, útsýnið og servering. Tilsamans fýra ferðir framúr. Tað skrivi eg eisini í feed back til hotellið. Og so at skifta orð við vituga kokkin Jákup Sumberg. Men tíðin er ikki bara til upplyftandi prát. Ársins føroyska orð er kosið saman við lurtarum og Málráðnum í Útvarpinum - sóttarhald er tað, meðan ársins enska orð hjá Collins orðabókini er lockdown. Jákup veit at siga, at nú eta tey restir í Danmark. Lagsbrøður og -systrar har í landini selja út, til einki er eftir, og lata so helst aftur. For good. Støðan er ikki góð. Gangandi aftur til arbeiðis semjast vit um, at her má kreppusamskifti til. Kanska skuldu vit ringt til løgmann og biðið hann koma til landsins ymsu watering holes. Eitt nýtt hvørja ferð. Ábyrgdin er fyrst og fremst av ovastu parkett, at síggja til, at alt ikki verur lockdown og sóttarhald uttan ljós ella leiðmildandi umstøður. Vit mugu halda fram og í minsta lagi síggja útlit til, at tað ber til at virka og liva í landinum. At halda fram, hóast koronakreppu. Hallartún á Hilton er hin nýggjasti lívgandi staðurin, eg havi roynt, síðan orðini sóttarhald og lockdown komu í spergament. Watering holes eru neyðug. Alla staðni. Disneykvæði og maktpoesi Einaferð fekk eg íslendska Disneykvæði, Disneyrímur (1978), frá íslendska høvundanum og teknaranum. Síðan bleiv forvitnisliga bókin burtur, og er onkur sum hevur hana, við einari dedikatión á titulblaðnum, so er tað í allari óbeskeðinheit mín. Kanska hin einasta í landinum. Júst hetta við unikku monopolstøðuni, at eiga tað einasta eina, sum øll vilja hava, er dagsins støða hjá Disney.  Tey eiga bestu filmar í dag, trýpartarøðina ”Get Back” um Beatles, nýggju versjónina hjá Spielberg av ”West Side Story” og ”The French Dispatch” hjá Wes Anderson, sum ivaleyst er mest sniðfundigi stílmeistari í filmi á okkara døgum.  Eingin av hesum filmum koma til Føroya, tí Disney+ sæst ikki her. Disney hevur gjørt Føroyar til limbo og vit eru í tí Disneyøkinum, sum sviar kalla ”förintelse”. Veit væl, at VPN loysnir eru møguligar, tá vit frákopla føroysku landakotuna, og kunnu síggja Disney+ produkt ólógliga á okkara egnu lógligu teldu og alt annað við. Men ikki í biografi. Disney er farin í kríggj við biografarnar. Tað gav at bíta, tá Filmsfelagið vildi vísa ”Nomadland” longu í apríl, tað er ein mánað innan frumsýningina í danska ríkinum, sum vit uppá gott og ilt eru partur av. Disney+ átti og eigur hann, henda minimalistiska film, sum við eini arbeiðs- og heimleysar kvinnu, Frances McDormand, revsar nútíðarsamfelagið, har pengarnir fólkið flyta, og Amazon púra óskammað hevur fólk í trælahaldi, so leingi nøkur orka er at vinda burturúr teimum, leysarbeiðarunum, hjá heimsins ríkastu fyritøku. Men Filmsfelagið setti uppá at vísa hann og biograffelagsskapurin, sum Havnar Bio er partur av, góðkendi at vísa ”Nomadland” í Havn, hóast filmurin var settur á svartalista hjá svartastu filmsútvegarum á okkara leiðum í dag, Disney og teirra 20th Century Fox. Sjálvsagda orsøkin var og er, at Disney+ sæst ikki í Føroyum. Tíanverri eru Disney og øll teirra feløg vorðin fremstu fíggindar hjá biografunum.  Orsøkin er ikki, at tey siga bestu søgur og ævintýr, men at Disney forvinnur nógv meira pening við at stroyma film á egnum pallum við egnum gjaldtænstum. Í huganum hjá Disney og teirra samstarvsfeløgum er biografurin ikki til longur. Mammon hevur kipt hann, biografin í býarmyndini. Nú filmar frá Disney ikki eru tøkir longur, og tú kortini vil síggja nýggjan film, er Netflix ein møguleiki. Og kanska eigur Netflix bestu filmar hesa ársins tíð, tá teir tríggir áðurnevndu ikki kunnu síggjast.  Eg hugsi um ”The Power of the Dog” hjá nýsælendsku Jane Campion og “The Hand of God” hjá italska Paolo Sorrenetino. Bæði hava vunnið Oscarvirðislønir, og fyrri filmurin sæst longu á Netflix og hin seinni frá og við komandi mikudegi. “The Power of the Dog” byggir á amerikanska skaldsøgu hjá Thomas Savage, og hin á persónligar endurminningar hjá leikstjóranum, sum er úr Napoli. Jane Campion bleiv kend við skakandi sterka nýsælendska filminum “The Piano” (1993), sum vann tríggjar Oscarvirðislønir. “An Angel at my Table” (1990), sum er um nýsælendsku Janet Frame, er eisini tøkur á Netflix. Undirstrikað og borin fram av meistarligari fotografering við filmsøguligum tilsipingum, er nærveran, sum er eyðkennið í áðurnevndu filmum hjá Campion, týðulig og sum aldri áður til staðar í nýggja ”The Power of the Dog”.  Serliga hugtakandi er ungi avstralski Kodi Smit-McPhee, tá hann tekur kambin fram og strýkur eftir tindunum, so tað ljóðar sum temaið í ”The Good the Bad and the Ugly”. Ein ørstutt tilsiping, sum ikki er til longur, tí eingin rættur maður gongur við kambi í reyvalummanum longur. Soleiðis fer tíðin við øllum. Eisini kambinum. Men heitið á Netflixfilminum er áhugavert, nú vit tosa um maktina hjá Disney á marknaðinum, tá tað snýr seg um at knúska biografarnar, sum vit higartil hava kent sum upplivingartempul. Heitið er tikið úr tveyogtjúgunda Sálmi eftir Dávid, sum eisini er resonansurin og grundstøðið undir skaldsøguni og filminum ”The Power of the Dog”: ”Sál míni bjarga frá svørði, mínum einasta úr hundavaldi!” Hundavald ella sum Victor skrivar:  ”Máttur Mín er tornaður upp sum pottabrot, tungan loðar føst í gómum Mínum, og Tú leggur Meg niður í dust deyðans. Tí hundar standa rundan um Meg, hinir óndu í hópatali sláa ring um Meg; teir hava stungið Meg ígjøgnum hendur og føtur. Eg fái talt øll bein Míni; teir hyggja at Mær og halda frægd at tí. Klæði Míni býta teir ímillum sín, um kyrtilin kasta teir lut. Men Tú HARRI, ver ikki langt burtur, styrki Mín, skunda Tær at koma Mær til hjálpar! Bjarga sál Míni undan svørðinum, hini einastu Míni undan hundavaldi!” Hetta er hin reinasta maktpoesi. Frá guddómliga sálmaskaldinum til fólkið.  Ein áminning um at hundavaldið er til í hvørjari vrá, og at uppgávan hjá tí rætttrúgvandi er at sleppa okkum undan hundavaldi.  Tað er missiónin, maktin og poesiin, eisini í hesum filmi, amen. Nemur löndin Andrés önd,argvítugur steggur.Dauða hönd á dal og ströndDisneyvélin leggur. (Þórarin Eldjárn, Disneyrímur 1978) Keldukritikkur og PISA Undir yvirskriftini Fæst koppseting fyri falstíðindi?  helt Brynhild Thomsen, journalistur í Kringvarpinum, skeið fyri lærarum um falstíðindi, og vísti á týdningin av virknum keldukritikki í skúlanum. Skeiðið, sum varð hildið í Námi 20. november, hevði til endamáls at geva lærarum kunning um og íblástur til at læra næmingin at lesa og brúka aktuellar miðlar við kritiskum eygum. Lærarar vóru serstakliga væl nøgdir við skeiðið og søgdu í skrásettum eftirmetingum millum annað: sera væl fyrireikað, áhugavert, viðkomandi fyri meg sum undirvísara, gott at fáa innlit í hendan heimin við tíðindum og falstíðindum frá dugnaligum og pasioneraðum fólki innan yrkið, at branda digitalu dannilsislæruna sum umhvørvisátak var genialt, eg komi fegin til uppfylgjandi skeið, Fake News vol. 2. Venda vit okkum nú til nýkomnu PISA-kanningina við hesum somu brillum og leitorðinum keldukritikkur , so renna vit okkum fimm ferðir í hetta hugtakið. Undir yvirskriftini ”Spurningar í málførleika í fráfaringarroynd fólkaskúlans” verður á bls. 34 í nýggju PISA-kanningini sagt, at ”Serliga er tað sjálvstøðug hugleiðing, støðutakan, meting, kritisk hugsan og keldukritikkur, sum eiga at verða styrkt, um vit skulu gera munandi framstig í PISA.” Undir yvirskriftini ”Átøk gera mun” verður á somu blaðsíðu sagt, at ”Serliga tekstfatanarkrøv á stigi 4 og 5, sum eru førleikakrøv, sum nútíðarsamfelagið setur í sambandi við keldukritikk og kritiska viðgerð av margfeldum, samansettum og talgildum teksti, eru ein veikleiki í føroysku undirvísingarskipanini.” Víst verður til orsøkina til vánaligu støðuna á bls. 70 í niðurstøðuni í nýggju PISA-kanningini, har sagt verður, at ”Í sambandi við tekstfatanarkrøvini á stigi 4 og 5, sum eru førleikakrøv, sum nútíðarsamfelagið setur í sambandi við kelduhandfaring, keldukritikk og kritiska viðgerð av margfeldum, samansettum og talgildum teksti, kemur greitt til sjóndar ein veikleiki í føroysku undirvísingarskipanini, sum bæði kann hava sínar røtur í námsætlanini í føroyskum og próvtøkuspurningunum, sum í stóran mun stýra undirvísingini.” Til endans verður tikið saman um á bls. 72, og keldukritikkur fær eisini eitt talgilt andlit, lesingin fær frámerkið faklig lesing, og krav verður sett fram um økt orðfeingi hjá næmingum og at lærarar skulu á skeið: ”Hugsa vit um tað at taka lut í PISA og at loysa uppgávur av ymiskum slagi í undirvísingini, er ein treyt, at næmingurin hevur orðfeingi, fakligu amboðini, bæði í talu og skrift, til at megna tað í øllum lærugreinum. Dentur eigur at leggjast á talgildan keldukritikk í øllum lærugreinum. Faklig lesing má takast í álvara, og ymsir lesihættir eiga at verða nýttir í øllum lærugreinum. Lærarar mugu eftirútbúgvast innan fakliga og talgilda lesing. Teir eiga somuleiðis at fáa innlit í, hvørjar lærufrøðiligar broytingar talgild vitanarmiðlan setur til handfaring av keldum. Tilvitað eigur at vera virkað fyri, at næmingarnir økja um sítt orðfeingi á føroyskum.” Tað stendur ikki væl til í lesing í føroyska fólkaskúlanum, men skeiðið við Brynhild sannførir meg um, at vit eru á rættari leið. Hugtakandi, hvussu langt skúlarnir eru komnir - Tað er hugtakandi, hvussu langt skúlarnir eru komnir, einsamallir og í onkrum føri í avmarkaðum samstarvi, tá tað snýr seg um at brúka kt í læruhøpi og til lestrarfyrisitingarligar uppgávur. Men enn eru nógvir ótroyttir møguleikar í breiðum og djúpari felagsskapi, ið kann røkka tvørtur um skúlar og partar av sektorum. Fyri mær er tað sjálvsagt, at undirvísingargeirin setir sær fyri at viðgera hesi viðurskifti nærri og nágreiniligari í komandi árum. Tað sigur ph.d Steffen Löfvall, sum týsdagin stóð fyri einum visiónsseminari hjá Námi um kt didaktikk, ella kt frálærufrøði, í undirvísingini nú og komandi. Steffen er stjóri í Copenhagen Learning ApS og hevur staðið fyri strategi- og prosessleiðsluni í nýggju kt heildarætlanini hjá Undirvísingarstýrinum.  Koronastøðan avmarkaði talið til hundrað fólk, sum leiðslurnar í fólkaskúla, miðnámi, vinnuskúla og fróðskaparsetri høvdu valt at møta til fyrsta seminar um kt í skúlanum. - Tað eru fleiri aktuellar hendingar, ið nú hava gjørt tað serliga viðkomandi at venda eyguni móti kt didaktikki, sigur Tóri Slættalíð, sum er kt ráðgevi í Námi, og var orðstýrari. Sum tað fyrsta nevnir hann koronasmittuna.  - Covid19-tíðarskeiðið hevur givið læringstøkni og talgildum undirvísingartilfari eitt skump, sum ikki var fyrr. Nú eru stundir at savna tær mongu góðu lokalu royndirnar við smidligari undirvísing, har kt hevur verið ein partur, og nýta hesar royndir, nú vit fara at orða framtíðarynski, og seta krøv og mál fyri talgilda undirvísing, sigur Tóri Slættalíð. Nýtt í hesum høpi var, at kvinnur vóru sjónligar, ikki bara sum áhoyrarar, men eisini í framløgum um egnar royndir at brúka kt í undirvísingini. Í so máta var framløgan hjá Christinu Jensen, sum undirvísir á miðnámi á Kambsdali, hin mest floygda og kveikjandi av øllum eftir mínum tykki. Gitte Klein, sum er aktuell við bókini ”Talgilda framtíðin”, var eisini millum luttakararnar í kjakinum og bólkarbeiðnum um kt í undirvísingini. Í setanarrøðuni tók Eyðun Gaard, stjóri í Námi, støði í nýggju kt heildarætlanini hjá Undirvísingarstýrinum. - Avgerð er tikin um, at mennast skal eitt felags trygt og effektivt kt infrakervi. Ein røð av kt tekniskum uppgávum, sum í dag krevja nógva og stóra serfrøði, verður savnað í ein skipanarligan felagsskap - tað, vit nevna Skúlanetið. Hetta merkir samstundis, at skúlarnir verða avlastaðir á kt tekniska økinum, og soleiðis fær kt vørðurin á skúlanum meira tíð til kt didaktiskar uppgávur, segði Eyðun og setti retoriska spurningin ”Hví hevur tað týdning at nevna hetta í dag?” - Jú, vit halda, at tað er týdningarmikið, at hesar skipanir og kt felagsskapir ikki bert vera allýstir av tekniskum serfrøðingum. Krøv til funktionalitet og nýtslu eiga eisini at vera allýst av undirvísarum og kt vegleiðarum, tí tað eru lærararnir, ið skulu brúka loysnirnar í gerandisdegnum. Og tí verður tað neyðugt at vera sera ítøkiligur við tí kt didaktisku vitanini og tilráðingunum. Soleiðis kunna væl formuleraðar kt didaktiskar visiónir fáa stóran týdning fyri, hvussu tann planlagda kt verkætlanin fer at mennast víðari, segði Eyðun, sum endaði setanarrøðuna á visjónsseminarinum við at staðfesta, at vit eru øll samantvunnin í útbúgvingarskipanini.  - Næmingar flyta frá fólkaskúlanum yvir í miðnámsskúlaskipanina og frá henni fara næmingar víðari til aðrar hægri útbúgvingar. Og Fróðskaparsetrið gevur okkum í síðsta enda eisini fólkaskúlalærarar og ávísar miðnámsskúlalærarar útaftur í skipanina. So á mangan hátt kunnu vit tosa um flytingar millum skipanirnar og fakliga samvirkan tvørtur um skipanirnar. Tóri Slættalið, sum hevði fyrireika dagin, sigur, at eftir seminarið verður tilfarið savnað og skrivað liðugt. - Visiónsarbeiðið endar tó ikki við hesum eina degi. Hildið verður fram at definera kt didaktikk í føroyska undirvísingargeiranum. Í so máta var hesin dagurin, 1. desember, eitt byrjanarskot til eina nýggja fatan av, hvussu vit skulu brúka kt, sigur Tóri Slættalíð. Sterkur vinnarafilmur úr Klaksvík Filmsgerð hevur tað gott í skúlunum úti um landið. Tað kundi staðfestast í Havnar Bio í kvøld, har næmingar vístu seks úrvaldar filmar í árligu stuttfilmskappingini hjá Námi. Karmurin er tey seytjan Heimsmálini hjá ST. Í ár varð varpað ljós á triðja heimsmálið, og tann partin, sum er um trivna og góða sálarliga heilsu fyri øll. Tað var nýsetti trivnaðarrágevin í Námi, Tóra Petersen, sum skeyt upp, at henda vinkling varð vald í ár. Og væl hepnaðist. Við læraranum Magna Husgaard, sum sást í sendingini lyst fríggjakvøldið, hevur flokkurin T1A í Tekniska skúla í Klaksvík arbeitt í trimum bólkum, sum hava gjørt hvør sín film til stuttfilmskappingina har vinningurin er ikki minni enn 30.000 krónur. Ein av hesum trimum filmum úr Klaksvík, ”Neisøgni til vælvildu”, gjørdist vinnarin í ár.  Tað avdúkaði stjórin í Námi, Eyðun Gaard, tá hann handaði flokkinum úr Klaksvík tær 30.000 krónurnar. Ein fimmpersóna dómsnevndini hevði undir leiðslu av Árna Øregaard, formanni, gjørt av, at virðislønin skuldi fara óskerd til júst henda filmin. Okkurt árið frammanundan hevur vinningurin í somu kapping verið býttur í trý. Um vinnaran segði dómsnevndin fyrst, at hóast meir enn eini filmurin vóru í oddinum, varð semja í dómsnevndini um henda vinnaran úr Klaksvík.  Síðan varð sagt soleiðis:  ”Vinnandi filmurin byrjar við eini upptakt, ella anslagi, har ljóðið verður tvinnað saman við nøkrum fremmandum, so vit eru á varðhaldi. Tí ein dissonansur er komin í.  Tá so kvinnuligi høvuðsleikarin verður hildin upp móti mannfólkarøddini, sum er innaru orðingarnar og tankarnir, og bendingarnar harafturat skifta millum kallkyn og kvennkyn, skilja vit, at hetta er eitt floksavrik. Ytra skapið er væl frágingið. Fagurfrøðiliga, estetiskt, eru næmingarnir so væl vandnir, at tá vit síggja eina vatnfløsku á vesinum, er eingin órógvandi etikett. Alt er hugsað í reinum flatum. Betong-trappurnar og nógvu gongirnar í skúlanum eru brúktar við fynd at lýsa sinnisligu støðuna hjá høvuðsleikaranum. Eisini tá hon einsmøll fer oman í ósan at rópa mitt í heimstaðnum.  Tá truplaða gentan brýtur við myrkrið og velur ljósið, skiftir tónleikurin samsvarandi tónaslag og huglag.  Vinnari í stuttfilmskappingini hjá Námi um Heimsmálini við høvuðsdenti á trivna og sálarheilsu fyri øll er filmurin: ”Neisøgni til vælvildu” frá Tekniska skúla í Klaksvík T1A. Til lukku tit øll,” segði Eyðun Gaard og handaði næmingunum vinningin.  Lærari er Magni Husgaard, og tær báðar Heidi Gregersen og Karin Kirke Petersen hava eisini verið inn yvir evnið, sigur Magni.  Høvuðsleikari í filminum er Nomi Petersen og upplesari er Magnus H. í Hjøllum. Tey, sum hava skrivað tekstin í filminum eru Jákup E. í Løðu, Magnus H. í Hjøllum, Ida Thune, Nomi Petersen og Sugurð W. Johannesen, sum eisini hevur klipt. Ida Thune, Magnus H. í Hjøllum og Sigurð W. Johannesen hava filmað. Eitt framúr næmingaavrik, sum í stuttfilmsformati lýsir eina unga gentu, ið kennir seg einsamalla og hevur trupult við at taka upp samband við vinkonur og vinfólk. Tablettir eru á borðinum, hon hevur merkir um skøvningarnar og er merkt av tunglyndi í betongumhvørvinum á skúlanum. Filmisku frásøgusnildini eru brúkt hegnisliga, ikki minst tá hon situr einsamøll í myrka bussinum og gulu ljósini úti skyggja undir tunnilsloftinum. Eisini senan tá vit síggja í nakkan á niðurtyngdu gentuni, meðan betongblandarin stendur á hinari síðuni á vágni og spýtur og blinkar, og framman fyri okkum er blokadan av Kunoyargalvi, er visuelt sterk, helst sum ein føðipsykosa. Forloysingin, sum kemur í, tá hon í orðum ger upp við myrkrið, blakar alt, ið brennast kann á offurbálinum og velur ljósið, meðan tónleikurin skiftir úr moll og í dur, er um eina leið banal, men tó so ektað og skær, sum eg billi mær inn, at bara vælsamansjóðaður ungdómur kann gera.  Næmingarnir, ið hava arbeitt við hesum evni á filmi, meðan lokalsamfelagið sæst snara uttanum, meina tað, tað ivast vit onga løtu í, so sannførandi er sjeyminuttir langa avrikið, sum høvuðsleikarin, Nomi Petersen, vissuliga ber á mál í orðaríkum og nýfunnum ljósið undir Kunoynargalvi.   Næstbesti filmur í mínum eygum, er frá 8. flokki í Tofta skúla, har 25 næmingar hava gjørt dystopiska filmin ”Góða dagbók”. Bæði til innihalds og í ytri skapi og filmsmáli, eru hesin og vinnarafilmurin framúr til undirvísingargongdir.  Ikki tí, tað er hinir eisini. Tí her er røddin hjá næminginum. Og júst tað er styrkin í hesum átaki hjá Námi. At bera fram ófiltreraðu røddina hjá næminginum. Á Glasi hava tey spurt næmingarnar um, hvat tyngir tey. Úr spurnarkassanum taka tey týdningarmestu orðini. Tað er eitt hav av spurningum og krøvum, svarini finnast ikki, vit vita bara at vit eru ung, sigur gentan í filminum. Við trimum flokkum í fronskum á Glasi verða vit førd út í náttúruna til eina felagsuppliving at taka upp epli, eta og síðan at møtast í Sandagerði - saman við læraranum. Filmurin av Toftum vísir okkum, hvussu tað er at blíva happað og baktala av vinkonum, samstundis sum høvuðspersónurin stríðist við at vera øðrvísi. Sami tráður gongur aftur, tá gentan á Tekniska skúla í Klaksvík spýr í royndini at vera sum hini. Søk tær hjálp eru útgangsorðini frá næmingunum í felag. Við øllum koronatilmælum um frástøðu í huga og at sita saman við heimanæmingum, fingu tey møttu poppkorn og kola - umframt eina dagførda føroyska filmsuppliving. Tað var ein góð og hjartanemandi løta! Árni Øregaard tók myndirnar í Havnar Bio Botnurin er lyftur upp móti miðjuni Fyri tjúgu árum síðan, setti Samstarvs- og Menningarstovnurin OECD sær fyri at bera saman førleikarnar hjá 15 ára gomlum næmingum í ymsu londunum. Hetta var byrjanin til PISA-kanningarnar, sum er stytting fyri Programme for International Student Assessment. Triðja hvørt ár skal kannast, um tey 15 ára gomlu hava fingið tað burtur úr skúlagongdini, sum stovnurin krevur, til tess at næmingarnir til fulnar skulu megna at luttaka í sosialum og fíggjarligum høpi. Í 2005 gjørdi føroyska Mentamálaráðið av, at Føroyar skuldu vera við í PISA-verkætlanini. Síðan hava Føroyar verið við í fimm kanningum: í 2006, 2009, 2012, 2015 og 2018. Í innganginium í nýggju PISA frágreiðingini , sum varð løgd fram á Hotel Føroyum í morgun, verður víst á, at PISA kanningarnar fevna um lesing, støddfrøði og náttúruvísindi. Onnur evni verða eisini viðgjørd, so sum kreativar problemloysnir (2012), samstarvandi problemloysnir (2015), alheimsførleikar (2018) og kreativ hugsan (2021). Kanningarnar kanna ikki einans um næmingarnir, tá kravda skúlagongdin er við at verða av, duga at endurgeva tað, tey hava lært, men eisini verður kannað, hvussu væl næmingarnir duga at gagnnýta tað, sum tey hava lært, og duga at nýta sína vitan í ókendum høpi, bæði í skúlanum og uttanfyri skúlan. Nýggja PISA-frágreiðingin byggir á kanning, sum varð gjørd í 2018 í øllum 9. flokkum í Føroyum í støddfrøði, nattúruvísindum og lesing. Lesing var høvuðsøkið. Um úrslitið kann sigast, at tað gongur støðugt framá. Føroyar eru komnar upp á OECD-miðal í støddfrøði, men eru framvegis væl undir OECD-miðal í náttúruvísindum og lesing. Niðurstøðan í PISA frágreiðingini er, at ”Í Føroyum var týðilig afturgongd í næmingaavrikum í ymsu krøvunum til lesi-litterasi, eins og tøl greitt vísa, at vantandi lesiførleikar eisini hava ávirkan á, hvussu næmingar klára seg í støddfrøði og náttúruvísindum. Í mun til miðal í PISA 2018 liggja Føroyar 32 stig undir PISA-miðal í lesing (487 stig) og liggja millum Grikkaland (457 stig) og Kili (452 stig) á stiganum. Sjálvt um kanningin í lesiførleikum greitt vísir afturgongd, hava vit megnað at lyfta niðasta bólkin á PISA-stiganum. Eingir næmingar eru endaðir á teimum niðastu stigunum” Í hesum seinasta parti av PISA frágreiðingini verður víst á, at hóast støðan er álvarslig í føroyska skúlanum, kann tað muna við málrættaðum átøkum: ”At undirvísindarskipanin hevur megnað at lyfta niðasta bólkin er ítøkiligt tekin um, at átøk muna. Átøk, sum eru sett í verk eftir fyrstu PISA-kanningina í 2006, eru m.a. økt tímatal í føroyskum til yngstu flokkarnar, útbúgving av lesivegleiðarum, størri tilvit um at fáa til vega lættlesiligt tilfar til yngstu næmingarnar, útbúnir orðblindalærarar, DVO-kanning, sum hevur kannað allar næmingar í 3. flokki fyri orðblindni og nýggjar vælgrundaðar lesikanningar til teir yngstu flokkarnar hava eftir øllum at døma havt eina góða ávirkan á veikasta lesibólkin. Hinvegin megna føroysku næmingarnir í ov lítlan mun at koma upp um stig 2 á PISA-stiganum. Hetta er ein rættuliga álvarsom støða, tí OECD metir, at næmingar, sum ikki megna upp um stig 2, vanta neyðugu fakligu amboðini og fortreytirnar fyri hægri lesnaði. Í lesing eru tað serliga førleikarnir at viðgera evni tvørtur um fleiri tekstir og tekstasløg, sjálvstøðug hugleiðandi hugsan, dýpdarlesing og útgreinan av fløktum upplýsingum, sum tykjast at geva trupulleikar. Hetta kann hava støði í námsætlanini fyri føroyskt og í teimum uppgávum, sum verða settar í landsroyndunum og fráfaringarroynd fólkaskúlans.” Við støði í úrslitunum frá PISA-kanningini verða hesi tilmæli gjørd í lesing: 1. seta á stovn vitanardepil fyri lesing 2. fáa neyvari ásetingar um krøv til hugleiðing, abstraktión, kritiska kelduhandfaring og talgilda lesing í námsætlanina fyri føroyskt 3. seta próvtøkuuppgávur við hægri abstraktión, sjálvstøðugari støðutakan og kritiskari kelduhandfaring grundaðar á fjølsamansettar talgildar fleirkeldutekstir, sum eisini svara til hægstu stigini í PISA-kanningini 4. styrkja føroyskt sum amboðslærugrein í dagstovnaog skúlaskipanini Í PISA 2018 hava Føroyar greitt størstu framgongdina í støddfrøði, har vit liggja yvir miðal í PISA-høpi og liggja ájavnt við stór lond sum Avstralia. Verri stendur til í lesing, har vit liggja væl undir PISA-miðal og millum lond, sum hava klárað seg illa í PISA og verða mett at hava illa virkandi skúlaskipanir. Hyggja vit at kynsbýtinum í føroysku tølunum í PISA-kanningini í 2018, eru dreingir greitt verri í lesing, meðan tað stendur javnt í náttúruvísindum. Í støddfrøði eru dreingirnir betur fyri. Eitt áhugavert evni, sum eigur at vera útgreinað nærri, sigur frágreiðingin. Í eini teldlakanning (2016) kemur til sjóndar, at tá ið leitað verður eftir tilfari til stuttleika ella av áhuga, hevur miðilin flutt seg frá bókum til filmar. Meðan næmingar svara, at teir lesa onga bók um vikuna, síggja teir ein film um dagin og ein til fýra filmar um vikuna. Í sambandi við KT verður mælt til, at ”tað verður gjørd ein didaktisk læruætlan fyri KT-lærufrøðisøkið. Í Føroyum eru vit sambært PISA væl við á KT-økinum, tá ið tað snýr sum telduútbúnað og netsamband, men úrslitini í ár geva ábendingar um, at stórur tørvur er á at fáa staðfest, á hvønn hátt vit brúka talgildu miðlarnar í læringarhøpi.” At enda verður sagt um higartil rættuliga loyniligu PISA-uppgávurnar, at ”Mælt verður til at gera leysgivnar PISA-uppgávur frá 2012 tøkar hjá støddfrøðilærarum í fólkaskúlanum, so teir fáa høvi til at kunna seg um, hvørji ítøkilig krøv verða sett í mun til førleikastigan hjá PISA.” Tekstbrotini eru úr PISA-frágreiðingini 2018, sum kann lesast øll sum hon er, her. Meðan vit bíða eftir tunlinum Dagsins hetja, Teitur Samuelsen, fotograferaður við rundkoyringina í Eysturoyartunlinum í dag.  Í Námi hava vit arbeitt við undirvísingartilfari til Snar um nýggju farleiðina, sum fer at knýta Havnina saman við Eysturoynni, og gera eina søguliga nýggja meginlinju av flogvøllinum, um høvuðsstaðin, til Runavíkar og heilt til Klaksvíkar og aftur. Eitt søguligt knýti, ið ger flestu fólk og bilar í landinum so ómetaliga nógv meira flytbar enn nakrantíð fyrr. Ja, enska orðið mobility fer heilt vist at fáa nýggjan týdning og nýggja nýtslu í føroyska veruleikanum. Flytleiki og flytføri sum orðabókin sigur.  Í morgun skeyt starvsfelagin, Rói Joensen, upp, at vit burdu farið at fotografera í tí meir enn 11 kilometur langa Eysturoyartunnlinum, so undirvísingartilfarið eisini kundi verða í myndum og ikki bara í turrum teksti við tungum rokniuppgávum, og tað í góðari tíð innan tunnilin, sum er Føroya størsta verkætlan, letur upp leygardagin hin 19. desember. Tá eru allir skúlar farnir í jólafrí. Vit sendu beinanvegin boð eftir Árna Øregaard, ið er okkara besti myndamaður, og kontaktaðu Teit Samuelsen, sum vit fyrr hava havt gott samband við, tá fráboðaði framtíðartunnilin skuldi teknast á Føroyakortið í Atlasinum hjá Námi frá 2014.  Síðan er Føroyakortið, sum Rói Højgaard teknaði, lagt til Umhvørvisstovuna, ið eigur kortið og hevur ábyrgdina at dagføra tað. Sáttmáli er gjørdur við Nám at brúka kortið til Atlasið, sum nú eisini verður dagført. Fyrsta dagføringin er at tekna Eysturoyartunnilin sum lidnan tunnil og ikki sum “tunnil í gerð”. Tjekk! Tað var leyst og liðugt beinanvegin, tí tunnilsstjórin, Teitur Samuelsen, hevði stundir at koyra okkum tríggjar Námsarbeiðarar aftur og fram gjøgnum tunnilin longu í dag beint eftir døgurða. Vit fingu gular vestar at lata okkum í og hjálm á høvdið. Portrini, sum eru við teir tríggjar inngangsportalarnar á Hvítanesi, í Rók og á Strondum, opnaðu seg eins og 4G telesambandið. Nú manglaði bara at strípa slætta asfaltið á 10,5 metur breiða vegnum. Tað tekur tveir dagar, segði Teitur, sum greiddi frá í bilinum. Árni setti GoPro kamera í rútin og filmaði allan túrin til uppgávurnar, sum verða lagdar út á Snar í næstu viku. Í rundkoyringini inni í tunnlinum, har annar vegurin fer inn á Strendur og hin til Runavíkar og víðari til Klaksvíkar, møttu vit listamanninum Tróndi Patursson. Hann og sonurin Brandur gera ein upplýstan dansiring, ella bara manngarð, rundan um ikonisku súluna, ið stendur eftir í millimetur nágreiniligu boringunum, sum røkka 187 metrar niður frá vatnskorpuni, har tær eru djúpastar. Ongastaðni er hallið meir enn 5%, so her er javnt og lagaligt at koyra. Afturvið fer Jens L. Thomsen at gera eitt tónleikastykki til teinin. Fryntligir arbeiðsmenn í hjálmi og vesti arbeiða kring rundkoyringina. Teir eru úr baltisku londunum og bilførarin er úr Noregi. Kringvarpið bíðar til vit eru lidnir at fotografera Trónd og hansara listaverk, sum er skorið út á Skipasmiðjuni. Tá liðugt er, skal ljós verða aftanfyri ringin, ið tekur saman um undirjarðisku súluna. Hetta er mest hugtakandi staður eg kann koma í tankar um í Føroyum beint nú. Helst verður hetta ein altjóða attraktión og eitt myndamotiv hjá ferðafólki, eins og Múlafossur, sigur Teitur, tá vit koyra víðari.  Hóast vit í dag sluppu at steðga á og fara úr bilinum, fer hetta ikki at verða loyvt, tá tunnilin er tikin í brúk. Tá verður ikki loyvt at fara úr bilinum. Heldur ikki at súkla. Um ein bilur koyrir spakuliga, spakuligari enn hinir bilarnir, so fara alarmar og myndatól beinanvegin í gongd, sigur Teitur. Á baksetrinum eru vit samdir um, at vilt tú verða sæddur, so er at fara út at pissa í undirsjóvartunlinum. Men vit vilja staðiliga ráða frá at taka sær tílík óráð fyri. Eftir at hava verið uppi úr tunnlinum úti í Rók í Saltnesi og yviri á Strondum, eru vit aftur heima á Hvítanesi. Tað skýmir og eyðkendu rundu portalarnir eru tendraðir. Men trupult er at avmynda teir soleiðis uppá standandi fót. Tað dugir helst bara Ólavur Fredriksen. Men her eru teir so. Heimafturkomnir til Havnar takka vit Teiti fyri hesa fyrimyndarligu vælvild millum stovnar. Siktið er, at mánadagin skulu vit hava tilfarið klárt og liðugt. Í matstovuni skifta vit orð um hesa uppliving, sum var so sjáldsom og hugtakandi, at vit hava ikki orð fyri tí. Framtíðin er komin til Føroya. Einki fer at ávirka Føroya framtíð sum henda verkætlan, Eysturoyartunnilin, hin størsta í søguni. Nú bíða vit ikki bara eftir jólunum, men eisini eftir tunlinum. At hann letur upp og at øll takan hann til sín. Tí hetta er framtíðarbygging. Broytingar í miðlalandslagnum Í kvøld fer heimsins størsti bókahandil, Amazon, at senda fótbólt í Bretlandi. Tað skrivar fótbóltsmiðilin FourFourTwo , og vísir til tær broytingar, sum Premiere League dystir hava verið fyri tey 30 árini Sky Sports hevur sent fótbólt. Meðan Útvarp Føroya fyrr var einasti sendari við fótbólti og guðstænastu, og tú ikki kundi koyra gjøgnum eina føroyska bygd meðan kappróður var uttan at betala, so eru hesi viðurskifti heldur ikki so einstreingjaði longur. Veit ikki, um aktørarnir eru vorðnir fleiri, men tað er pengastreymurin í hvussu er, tá umræður fótbólt í pengakappingum á kommunalt bygdum spæliplássum við atgongumerkjasølu, sum fer í lummarnar hjá vertsfeløgunum, sum so aftur keypa sær spælarar og skapa nýggjar inntøkur. Helst er fótbóltur týðuligasta dømi um markleysa og mest ótamdu kapitalismu á okkara døgum, ja, hann er blivin showbusiness sum í gamla Hollywood, har ungir menn umframt lýsingarpengar forvinna upp í fimm milliónir krónur um vikuna. Og so skulu teir tvitra eisini, fyri at skapa meirvirði og sjónligheit. Og tað mest margháttliga er, at á okkara leiðum verða allir dystir spældir á skattafíggjaðum vøllum, har somu politikarar, ið bygdu, síggjast sjónligir aftur tá valið nærkast, kommunala valið, sum verður næsta ár. Vald og fótbóltur er hin perfekta sambindingin. Í somáta er eingin broyting uttan peningamongdin og peningakonsentratiónin. Heldur ikki hómast nøkur broyting, nú Stóratjørn er tikin úr mølposanum aftur, eisini við stórhøll at skapa meira pengakonsentratión, nú pengarnir, ið vórðu brúktir uppá høllina á Hálsi, ikki stóðu mát kortini. Gott at hava gott skattkamar at ganga í, nú val aftur er í hondum. Minni lokalt vald hava biografarnir, hóast stórar broytingar eisini eru hendar á hesum øki. Í dag eru tveir biografar, ein í Havn og ein í Klaksvík. Fyrr havi eg talt upp í trettan biografar í Føroyum. Hvørgin av teim núverandi hava víst nýggja Scorsese filmin The Irishman , tí hann gongur á Netflix. Kappingin um áskoðararnar er ikki bara harnað men er púra annarleiðis. Amazon hevur skrivað seg inn í røðina við nøvnum sum Facebook, Apple og Google. Felagssetningurin hjá hesum innvinngarrisum, er at teir súgva megi úr tí lokala, nógva megi. Nýggi filmurin Marriage Story við Scarlett Johanson og Adam Driver, sum í ummælum ikki standa aftanfyri The Irishman , gongur bert eina viku í biografunum, so verður hann sýndur á Netflix. Soleiðis er tann kappingin nú vorðin. Í heyst varð ein konsertfilmur við Metallica og symfoniorkestrinum í San Francisco gjørdur har í býnum. Innan ein mánaður varð umliðin vóru tær báðar útseldu konsertirnar í einum nýggjum konserthúsi gjørdar til film, sum varð vístur um allan heim, eisini í Havn. Hóast hesi globalu framstig, er torført at sígga framstig á heimrustini. Á arbeiðsplássinum, har vit fyrri lósu bløðini og hoyrdu útvarpið, er Dimma so trupul at finna, at eg eri givin at leita eftir henni og at tendra Útvarpið klokkan 12:20. Og hvat í verri er, eg sakni hvørki. Soleiðis glíður alt út í sandin á heimligu strondini. Bach í kertiljósi Tað eru ikki bara svartir fríggjadagar, nú heimligu handilsjólini eru í hondum. Hóskvøldið 12. desember verður triðja versiónin av Bach í kertuljósi framførd í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Tiltakið er eins og áður alment og ókeypis. Í ár er tað bratsjspælarin Jón Festirstein, mitt fyri í myndini ovast, sum er kvartettstrúkarameastro og skipar fyri tiltakinum. Ovast á manningarlistanum hjá Jón eru sopranin Cinthia Parada, sum er kilensk operasanagarinna, ið býr á Strondum og Dávur Birgisson, sum er úr Hoyvík, og fer at spæla á gittar. Cinthia sæst til høgru og Dávur til vinstru á lýsingamyndini ovast. Strúkaramanningin hjá Jón Festirstein er annars Sámal Petersen, violin, Ragnar Andreasen, violin og Tóri Restorff Jacobsen, cello. Afturvendandi Bach serfrøðingurin, Meinhard Bjartalíð, sum er sóknarprestur í Glyvra prestagjaldi, fer eins og undanfarin ár at hugleiða, nú tiltakið verður aftur í Ólavskirkjuni, sum rúmar 120 fólkum. Aftaná konsertina verður hugnaløta í Stokkastovuni. Føroya Stiftsstjórn, Tórshavnar Býráð og Føroya Bjór stuðla tiltakinum. Ólavskirkjan í Kirkjubø, sum helst er reist í 1200-talinum og tí er Føroya elsta kirkja, var fullsett í fjør og fyrrárið, tá skipað var fyri konsert við klassiskum tónleiki eftir Johann Sebastian Bach (1685-1750), við inspiratión frá kirkjuni St Martin in the Fields í London, sum hesa tíð á árinum hevur eina líknandi konsert. Carsten Arnskov, teknikari í Kringvarpinum, fer aftur í ár at myndprýða rúmið uttanfyri, tað er við ljósi upp á veggin í litum, sum vit annan vegin kenna úr litaðu glaslistini hjá Tróndi Paturssyni, men eisini við søguligum portrettmyndum av Bach og hansara nótaskriftum í skiftandi litum og skapi. Frá tí siðbundna til tað psykedeliskt hallusinerandi eru litirnir og myndirnar hjá Carsten væl proportioneraðar eftir kirkjuvegginum. Við døggváta gluggan síggi eg fyrst mín egna skugga kastaðan upp á veggin, meðan strúkikvartettin ger klárt at spæla frammi í kóri. Annar ljóskassin, ið varpar myndirnar upp á kirkjuveggin, stendur undir gamla bóndagarðinum, og hin ljóskassin er settur oman móti sjóvarmálanum, har vetrarfuglar svambla og blíðu aldurnar hoyrast her, sum land møtir havi. Spennandi er at eygleiða skiftið, og síggja høgra eyga á Bach skera kirkjuveggin, so hann við støði í glugganum mest sum skapar klassiska gylta skurðin, meðan havið dunar beint fyri fótum og tari liggur í túninum eftir miklan uppgang. Fram við gøtuni skifta nótar og hondskrift hjá Bach millum opnu kirkjudyrnar og upplýsta gluggan. Nú er stilt. Einarin í einingi, sum eg einki visti um Var hetta besta útvarpssendingin í ár? Tankin kom aftur til mín, nú fjórða og seinasta sending hjá Høgna Mohr í røðini Gamli maðurin og vatnið varð endursend í dag. Í hvussu er, var hetta tann einasta útvarpssending, sum í ár fekk meg at googla leingi eftir heimildarmanninum í sendingini, Tórfinni Hansen, hvar hann býr og hvørjum fólki hann er av. Á heimasíðuni Porkeri.info gevur Torgir Strøm eitt greitt innlit í ættina hjá Tórfinni Hansen . Ann Marie Mersohn tók báðar myndirnar av Tórfinni Hansen, sum ovast og niðast sæst í hvítari troyggju, og hon skrivaði um hann fyri Lake Superior Magazine í 2014 undir yvirskriftini That Old Boulder-Jumper, Finn. Fyrst er at siga um miðlaframleiðslur, at tað, sum eg óforvarandi fái innlit í, og sum eg einki visti um frammanundan, oftast er besta søgan at raka við, óansæð hvør miðilin er. Er miðlaða innlitið harafturat menniskjansliga meiningsfult, fyri ikki at siga eksistentielt, og leyst av tíðarbundnum spillingspolitikki, fæst neyvan betri miðlaúrslit í heimliga almannavarpinum, treytað av at frásøgnin er greið, beint fram og knýtir seg at einum drúgvum lívi. Og so er tað røddin og málið, sum er lívæðrin og stevið í góðum útvarpi, ikki minst tá óspilta oyðimarkarrøddin fevnir um eitt langt føroyskt lív, ið sum skilst er livað úti í fremmandum einingi á klingandi heimaføroyskum. Tá eg so hoyri røddina syngja, giti eg, at hann man hava sungið nógv sum barn og ungur, heimildarmaðurin, at hava varðveitt eitt so gott føroyskt mál í óspiltu ellini. Nú verður sendingin ikki bara afturhorvandi hugfarslig um sigling í vandasjógvi undir krígnum, men alment lívsjáttandi við ríkum framtíðarperspektivum. Tað er útvarpsleiðin at fara, hugsi eg, innan fyrsta tíggjuáraskeið í einogtjúgindu øld rennur út. At leggja nógv fyri, fáa nógv egg í kurvina, men bara taka tey góðu upp, og so at skriva seg sjálvan og vertsleiklutin so púra út úr søguni. Siðbundni føroyski útvarpsmiðilin hevur leing havt stórar avbjóðingar, har kontururin, umhvarvið á sendingini er hin størsti. Hvar byrjar og endar søgan? Hvussu innbjóðandi er sendingin og hvør er relevansurin? Og so er tað tøknin. Hevur hon fleiri inngongdir, sum eg kann rógva aftur á, ta eg havi tíð, ella er hon klár og liðug, tá sendingin er komin á tíð eftir kunngjørdu skránni, og útvarpsbylgjan ber mær hana, talgilda ella samgilda, meðan øll lurta í senn og ikki sum harragudveit eina aðruferð á einum øðrum stað tá eg geri okkurt annað? Útvarpsmiðilin, sum er besti biografurin, skal styrkjast við góðum sendingum. Eingi uttan vandin útvarpsfólk sjálv gera góðar sendingar og definera sum frá líður prime time á heimligu útvarpsskránni. Soleiðis er tað. Hesar fýra sendingar vóru í ár greið boð uppá góðar, kanska bestu, útvarpssendingar av siðbundna slagnum, sum eg elski, men samstundis við einum greiðum framtíðarfarra, konturi, sum bara forvitni formidlarin í okkara stað og hansara vandna hond kann stýra. Forvitni og ein vandin hond, altíð í okkara stað, tað er tað. Meðan vit takka fyri tað útvarpsfarna, vóna vit at fáa eitt enn betri útvarpsnýggjár, tí tað duga vit sum fá at gera, gott útvarp! Gott útvarpsnýggjár! LS í ÚF hjá KVF á FM Nú styttist til nýggjárs. Og hetta við at styttast og at stytta tað, sum styttast kann, hevur fingið so mikið av ferð, at dagsins orð hjá Sprotanum er hálarumpa, sum eg fyri vist helt betýða at glíða og blíva við at glíða. Ein hálarumpa. Men nei, tað er eitt annað orð fyri brosmu. DF, dekanfari, sum er MLV, miðalvarping, men eisini kann verða FRÍÐK, sum er eitt fríðkanarorð. DF. Í hesum jólaferiudøgum stendur útvarpið frá alla tíðina. Útvarpið hjá Kringvarpinum, ella ÚF hjá KVF, altíð á FM. Tað er líkasum baktjaldið fyri øllum, skiftandi veðri og skiftandi ljósi, skiftandi drekkamunni og so breyði, sum eftir hondini er TES, ein turkaður endaskálkur. Soleiðis verður skorið burtur av øllum, til einki er eftir. AVD, alt verður decimerað til einki er eftir, skamtað burtur í einki. SBE. Veit ikki um tónleikasendingarnar í ÚF eru minni umhyggiligar enn orðaríkt uppbyggiligu talusendingarnar, tá umræður styttingar at stytta sær um stundir við, nú alt styttist og ber mót endanum. Í eini tónleikasending í dag kom prestur á gátt og talaði um LS. Eftir drúgt vertsprát um LS kennir tilkallaði presturin á sær, at hann lurtarans vegna má útgreina hetta dulda kotumál við LS, so lurtarin ikki heldur teir tosa um ein nýkomnan variant av turvelvandi drøggi. So P, tað er prestur, og ikki V, tað er vertur, upplýsir okkum um, at tað er Landssjukrahúsið, ið hevur leiklutin sum LS, og ikki er danskt, og tí ikki eitir LSD. At halda skil á øllum, LS TN, LS KG og LS TG, hava tey eina THS deild, eins og skúlin hevur eina AKT deild, meðan FK handlar selja eitt FDB blað, sum tú fært í Keypsuni. Nú styttist. Tað er gott. Tí einaferð fer at leingjast. Tað søgdu tey í TSVS í morgun. Tað er so vist og sætt.  Hvat brúka vit grafiska førleikan til? Fyrr í jólamánaðinum bleiv eg serstakliga fegin um eitt tíðindaskriv frá Listasavninum, har tey bóru tey gleðiboð til alt landið, at nú vóru átta málningar hjá Mikines komnir í savnið, og teir kunnu síggjast, tá opið er aftur fyrsta februar. Ein bæði markleys, ja heilt yljandi kosmisk, og samstundis jarðbundin heimagleðiskensla av at eiga ein nýggjan evarska lítlan part av heimslist her heima hjá okkum, stakk seg upp í eygað.  Tað er sami ylur, sum tá vit flúgva beinleiðis við Atlantslflogi til ein metropol úti í heimi. Ein ordiligur jólapakki, sum ikki kann gerast upp í pengum og verðsligum umsetningi, bara vit fáa atgongd til listina og sleppa at ganga framvið henni og hyggja við egnum eygum, tá tíð er.  At síggja bygnaðin, litirnar og strokini, ið byggja myndaevnið, sum heldur enn at vera tvungið føroyskt, er leyst av bæði rúmi og tíð, tí tað er eitt bíbilskt myndaevni, niðurtøkan av krossinum, sum lýst í Nýggja testamenti og her endurgivið í 1944, tá heimurin var í einum djevilskum heimsbrandi, Mikines giftist við Elinborg Lützen og tey búðu í Frankrigsgade 2,3v á Amager og hann málaði, sýndi fram og seldi, og einki enn varð at frætta um nazismu úr háhalgaða Noregi.  Hugtakandi at síggja henda monumetala og samtundis skjóttstroksliga málningin avmyndaðan.  Neyvan hevur nakar, sum Mikines, hepnast at skapa effektivar mótpolar í hvørjari framseting og lívshending. Nú gleði eg meg bara at síggja stóra halgimálningin laiv, okkara egna El Greco, á heimavølli. Um somu tíð vórðu Jón Sonni Joensen, Edith Mørkøre og eg sjálvur biðin um at vera dómarar í eini skúlakapping hjá ListaMelduri í tekning, har uppgávan hjá næmingunum var at tekna seg sjálva ella ein, ið tey kenna.  Novemberavbjóðingin, sum Henny Dánialsdóttir, lærugreinaráðgevi í evning í Námi, skipaði fyri, var sostatt andlitsmyndir.  Undirtøkan varð so góð, at útvið trýhundrað andlitsmyndir komu frá børnum, sum í yngsta føri ikki vóru farin í skúla, og so næmingum í innskúlingini, miðdeildini og hádeildini.  Vert er eisini at hefta seg við, at mikudagin 16. mars 2022 verður Listafagnaður í skúlunum. Men fyrst ein tekning frá 1983, har Børge Petersen, sum var framúr faklærari í evning á linju, hevði givið okkum somu uppgávu: at tekna floksfelagan hinumegin borðið, sum so teknaði afturímóti.  Á ovasta lofti fann eg í dag søguligu og skjótt fjøruti ára gomlu portrettmyndina av floksfelagnum, Bergi Brim Joensen, teknað á kardúspappír við bleytum pastellkriti og so hørðum glaskriti, sum hugtók meg hesa tíð, skjóta og grova glaskritið, alt meðan bøkurnar hjá amerikansku Betty Edwards "At tegne er at se" og bretska Edward Lucie-Smith "Kunsten i dag - fra ekspressionisme til superrealisme", lógu opnar á borðinum.  Í okkara bókstavastýrdu tilveru, har stavurin hevur alla maktina, og vit fara um koll av visualiseringum, sum ikki fylgja hartsláandi bókstavatrúnni, siga vit í dannilsishøpi bæði í kirkju og skúla: ”Í fyrstuni var orðið”. Men nei, sigi eg, við evning á linju hjá Børge sum støði, og spyrji: ”Hvussu kanst tú siga eitt orð, uttan at hava eina mynd at hanga orðið á?” Tí fari eg altíð at tvíhalda um, at í fyrstuni varð myndin. Myndin av orðinum. Tá vit so høvdu myndina, spratt týdningurin úr orðinum og festi seg. Grafiski og visuelli førleikin skal nurture, hjúklast um, so vit skapa samband millum tilognandi fatan og avgreiðandi úttrykk. Tað er skúlans uppgáva. Tekningarnar í andlitskappingini tóku meg á bóli, tí so nógv dugdu so væl, og høvdu so gott grafiskt eyga og høvdu gjørt so nógv burturúr. Ikki bara repeterandi sjálvsagt, eins og hini í flokkinum, men veruliga brutu burturúr og gingu egnar leiðir, sum til dømis ein, ið hevði teknað ommuna, hesu megin og hinumegin eina vertikala miðstriku á pappírinum, har fríska omman var øðrumegin og sjúka omman hinumegin miðstrikuna. Ein framúr heildarmynd, fyrr og eftir, við eini hugtakandi innlagdari søgu um sjúku. Ein annar næmingur hevði teknað eina gentu, sum við opnum vónríkum eygum en face og beint framman fyri okkum dómarum hevur eina bamsu í føvninginum, sum vit síggja á skák úr erva og niður á, fremst fyri. Hugsi, at teknarin hevur hugt í onkra av bókunum hjá Bárði Oskarsyni, tí opnu bamsueyguni blíva eftir eini løtu tóm svørt hol, sum geva rúm fyri ræðumyndum, men kanska bara í mínari fatan og eygum, tí upplivingin spælir mær eitt puss. Tað mjúkt harmoniska myndaevnið av óskuldsreinu barnabókagentuni gevur eftir einari løtu ein skurrandi grundtóna av onkrum ófrættakendum, ið ger tekningina perfekta til vakstramannaillustratión. Í hvussu er í mínum eygum, og so til rætta endamálið, sjálvandi. Og so er tað mín yndistekning av øllum somlum í hesum føri. Einføld við turrum blýanti og uttan litir ella nakað vátt. Sjálvsmynd av einum drongi, sum ber fýrakantaðar brillur, hevur smá markant eygu, og er í jakka við lýnlási heilt upp í hálsin. Effektivt hugtakandi mynd, sum fangar meg, sjálvt tá hon liggur á borðinum millum hópin av øðrum tekningum, so fangandi eru eyguni, hvar tú so ert í rúminum. Eyguni fylgja mær, so markant eru tey. Sama vikuskifti var tunnilsdagur, og elsta blað í Føroyum, kom í húsini, blankt og nýprentað. Aldri fyrr er tað komið mær fyri, at bollar, serliga teir við rosinum, kunnu tengjast so mikið afturat undirklæðum til kvinnur, at tær standa á somu glitrandi blankasíðu, bollarnir og boppurnar. Ikki er tað komið mær fyri fyrr enn nú, Norðlýsið upplýsti meg um tað. Gudviti, hvussu tað verður eftir hetta, at taka ein bolla upp í hondina, nema við rosinuna á toppinum, og so Buñuel-skera gjøgnum hann, bollan, so ein ostaflís av Trøllanesi kann leggjast omaná, við súltutóyi úr reyðum vínrabarbum úr James Bond landi stroyddum omaná.  Eftir smekru Klaksvíksmodellina til vinstru, henni, sum vil hava luft undir nalvanum, hevur redaktionelli grafikarin helst hugsað sum so, at hetta er ov langt úti á Nýggjavegi, nú mannatrekkurin úr Klubbanum loksins hevur lagt seg. Her má ein politiskt korrektari snekkja setast inn til høgru. Ein trivaligari bygd ein, sum er klár at hanga á bróstið ein heilan og holdligan saltfiskatúr. Tað er lívið frammi í grafiska skarpinum, nú tunnilsgjaldið varð lagt niður. Tað siga tey úr Klaksvík, at vit fáa afturfyri. Tað er tann ediliga sannheit, og tað stendur í Norðlýsinum. Har stendur, so segði hann, alt. Men ikki er tað frítt fyri, at soleiðis til gerandis fer ein at síggja hin uppreisna Mikines mitt í kontórlandslagnum. Helst er tað úrslitið av at ganga í einum grafiskum veruleika, sum so nógv virkin og dugnalig fólk hjúkla um til gerandis. Takk fyri tað, øll tit, sum gera Føroyar grafiskt sterkari og stuttligari. Og at enda ein serlig jólatøkk til Dagmar Ludvig Mouritsen, sum gjørdi gávuprentið til starvsfólkini í Námi og á Próvstovuni til jóla í ár. Tað er linoprent í olju, lagt við gulli so hvørt, sum Dagmar kallar Gullmakrelurin.  Takk fyri og gleðilig jól!  Agnes Sipos, sum lesur West Nordic Studies, hevur verið í starvsvenjing í Námi. Undir yvirskriftini skrivar Agnes ein enskan gestablogg, har hon letur orðini flóta frítt, nú hetta skeiðið er av. Seinasta arbeiðsdag fyri jól tók starvsfelagin, Árni Øregaard, myndina av Agnes. Føroyar til útflutnings Tað er ikki bert stertur, og tað, ið svimja kann, sum í hesum døgum verður flutt úr føroyskum øki til fremmandar marknaðir at gera seg galdandi fyri eini áskoðarafjøld, ið er nógv størri enn okkara.  - Tveir spennandi túrar út í Lítlu Dímun í juni og september í 2014 saman við Hans Peturi Hansen vóru ikki til fánýtis, sigur Uni Arge um filmin "Lítla Dímun - gimsteinurin í sjónum".  - Katrin Streymoy, sum arbeiðir á Mentanardeildini í Kringvarpinum og haðani skundar undir eitt dokumentariskt umbýti, spurdi einaferð, um hon kundi bjóða filmin um Lítlu Dímun út til hini norðurlondini, sigur Uni.  Saman skrivaðu tey eina eksotiska sølulýsing av filminum, og SVT tók av. Í morgin klokkan 17:45 verður føroyski filmurin vístur á Sveriges Television 2 undir heitinum "Lítla Dímun - en juvel i havet". Tey senda filmin aftur 2. og 7. januar.  - Stuttligt er, tá tílíkt eydnast. Kringvarpið býtir um sendingar gjøgnum Nordvision. Svenska sjónvarpið, SVT, valdi eitt árið hendan filmin, og nú kom hann so á skrá. Heri Eysturlíð hevur hjálpt teimum at týða hann til svenskt, sigur Uni og nevnir enn eina sending.  - Sendingina um ta valdsmiklu tøknina, sum vit báðir Jógvan Eli Dam gjørdu í fjør, hevur íslendska kringvarpið, RÚV, vist tikið og ætlar at senda, sigur Uni.  Hann er fegin um tað stóra arbeiðið, tey í Kringvarpssavninum gera, tá tey hvørt ár í februar bjóða føroyskar sendingar út til hini norðurlondini at vísa.  - Sum eg skilji, er meira enn so avsetningur av føroyskum tilfari, samstundis sum annað norðurlendskt tilfar kemur hendan vegin, sigur Uni og fegnast um, at vit hava ein føroyskan public service-stovn, ið sær til, at dokumentariskt tilfar eisini verður flutt út.  Katrin Streymoy greiðir frá, hvussu Kringvarpið saman við Danmarks Radio er við í norðurlendska Nordvisións-samarbeiðnum.  - Tveir ella tríggir fakta screenings fundir eru um árið, har norðurlendsku public service rásirnar bjóða sendingar út. Á einum fundi var sendingin um Lítlu Dímun við, og SVT ynskti at vísa hesa sendingina, sigur Katrin og leggur afturat, at fleiri føroyskar sendingar eru vístar á norðurlendsku rásunum, eins og vit í Føroyum eisini vísa fleiri sendingar og røðir frá norðurlendsku rásunum. Minnist til at heilsa svenskum vinfólkum, at tað er í morgin, at føroyski gimsteinurin fer at glampa í Svøriki. 25 teir mest lisnu bloggarnir í ár Í nógv ár havi eg skrivað blogg, og nú eru teir fleiri túsund, bloggarnir. Til stuttleika, nú árið er um at renna út, havi eg hugt eftir, hvør bloggur var hin mest lisni í ár, og so nakrir afturat, sum tilsamans kunnu geva eina mynd av, hvat fólk helst vilja lesa á mínum bloggi, og ikki bara teir bloggar, sum eg sjálvur leggi dentin á og brúki mestu tíð at savna og skriva. Tað er einki garanti fyri at teir geva flestu lesarar, teir mest gjøgnumarbeiddu tekstirnir. Men her eru teir so, 25 teir mest lisnu bloggarnir í ár: Tá Trina vann 500-0 Nógv tey flestu hava lisið henda summarblogg frá 22. juni, tá Tobbi og Trina Eysturoy tosa og keglast um havnalarm og Heimafrið í Degi og viku, og vit kunnu staðfesta, at høvuðsstaðarkommunan er farin at savna seg um hitt einstaka menniskjað heldur enn osandi flutningstól og teirra parkeringspláss. Vit skulu telja nøkur lesaratøl niður, at finna næstmest lisna bloggin, sum eitt kalt novemberkvøld ber heitið Ríkið mítt er ikki av hesum heimi og er um løgtingspolitikarar, ið vilja skúgva mennskjað til viks og seta Gud á ting ístaðin. Endin á næstmest lisna blogginum í ár ljóðar:  "Okkara heiðurskrýnda fólkaræði og hattvirda Løgting, ið tey siga, er hitt elsta í verðini, er um at verða yvirtikið av einum ódefinerligum kulti, ið hevur sett sær fyri at tilbiða alt annað enn lívið og ta margfeld, sum norðbúgvar longu í fornøld kendu og lýstu við Bivrøst, ið knýtti jørð og himmal í eina marglitta upp- og niðurfaringartrappu. Haldi, at menniskjansliga fólkaræðið skal setast aftur í sætið á tí høga tingi, vit hava valt, og Bíbliutrúgvi kristindómurin skal vísast til teir talarastólar, ið eru bygdir og stuðlaðir til tað endamálið, teir eru ætlaðir úti um landið. Ikki í tinginum. Tí tað ríki er av hesum heimi, og eigur ikki at verða infiserað av driftum og kultum, ið søkja tað, sum hinumegin er." Triðmest lisni bloggur í ár er um Penapláss, tey rópa, har úti við Strond ein várdag í Havn. Penasta pláss í býnum er heitið á blogginum, ið er um afturvendandi evnið býarbygging og hvørt menniskjan er sett í sentrum ella ikki í teim mongu ætlanum hjá Tórshavnar kommunu, sum poppa upp fram við strondini og heilt niðan í Hoydalar, har onkrir av býráðslimunum hava gingið og aðrir als ikki.  Býarbygging er aftur evnið síðst í mai, tá fjórðmest lisni bloggur, Not in my time verður skrivaður við støði í eini pop up matstovu, har sum Kaffivognurin stóð, gevur okkum eitt ítøkiligt dømi um, hvussu sýnið verður heim á Kongabrúnna, tá Tjóðpallurin verður stáplaður upp á hálvari leið undir berginum inn móti býnum. Not in my time, slái eg meg til tols við. Her komur eingin Tjóðpallur í mínari tíð. Og skuldi hann forrestin ikki vera á hinari vágni? Nei, eg gevi upp. Hin 30. september eri eg boðin til frumsýning í Havnar Bio við James Bond og kundi skrivað: "Eftir at hava sæð longsta James Bond film í søguni, hin fimta og seinasta við Daniel Craig og einasta film í verðini, sum við ósvitaligum production value er gjørdur í Føroyum, eri eg ovfarin av, at almennu Føroyar hava eydnast so væl at draga eitt filmiskt produkt aftur at sær sum No Time To Die." Yvirskriftin er Hóast disputed er Føroyar heimsins nalvi Afturvendandi evni í nógvum bloggum er ferðvinna og portrið í Saksun, og hvussu óunnulig tey primitivu bóndainntrivini við fáum undantøkum sum Gásadali eru, tá tú fært útlendska vitjan og fer ein túr, akkurát sum í gomlum døgum. Men tað er ein sagablott at ferðast í egnum landi. Yvirskriftin úr Saksun hin 8. august í ár er hvørki meir ella minni enn Eg eri portrið og vegurin. Um várið havi eg hoyrt um ein film, sum Maria Tórgarð ger á Toftum um Daniu Tausen, sum fer til Havnar og gevur út eitt yrkingasavn ”Skál”. Dania, filmurin og júst tað savnið hava fylt nógv í ár. Eg fekk Daniu, sum er uppvaksin í Nebo, at svara nøkrum spurningum, sum eg almannakunngjørdi undir heitinum Granska tína andaligu síðu, sum er hennara egni setningur og áheitan. Tað var sjeyndmest lisni bloggur í ár, og tilsamans eru tey evni, ið eru tengd at Daniu, tað sum flestu hava lisið. Hin 16. apríl andaðist Gunnar Hoydal og bloggurin henda dag varð tí nógv lisin. Hinir, teir mest lisnu bloggarnir upp til nummar 25 í ár, eru hesir: 11/10 Og eg sum helt, at eg var seinasti útvarpslurtarin… 3/5 Klubbin og Tórshøll eru best 20/7 Ferðandi á føroysku vegunum 7/7 Framhaldandi onga løn fyri móðurmálið 26/8 Romantiskt jóladrama í Føroyum 13/3 Besti burgari í býnum 5/6 Hvat skulu vit hoyra um heimlig drápsmál? 7/1 So switcha vit til Danmarks Radio 18/3 Kjøt úr kærleika 9/4 Tá angrandi syndarin fer til bekennilsi 18/3 Besta brunsj í býnum 12/10 Hvør hevur maktina í Nútíðarhavnini? 16/7 Biskupsgalvur 20/2 Kann man vera haturskristin? 14/12 Hundavald 10/8 Fullkomið samljóð í Gásadali 25/7 Frásøgugleði úr fløkta gerandisdegnum - mitt í ævigu Havnini  Filmsvinnan í vanda fyri at steðga upp Við hesum setningi heitir Felagið Føroysk Filmsfólk á Fíggjarnevndina og Føroya løgting í opnum brævi, sum er soljóðandi: "Vit eru púrasta forfard, nú ein meiriluti í Fíggjarnevndini leggur fram uppskot um at skera heilar 400.000 kr burturav eini játtan á 2,7 mio. kr í filmsstuðlinum. Hetta er eitt bakkast við lít, og forðar allari framgongd. Stórar filmsverkætlanir eru í vanda fyri at steðga upp, og nýggjar verkætlanir kunnu fara fyri skeyti. Hetta ávirkar eisini aðrar vinnur, tí brúk er fyri hópin av fólki úr óteljandi fakbólkum, til at gera eitt filmsverk. Okkara filmsvinna er ung, og krevur tryggar karmar at arbeiða undir. Tað tekur fleiri ár at gera ein spælifilm, og við eini óvissu ár undan ári um játtanarkarmar, ber illa til at tosa um eina filmsvinnu í Føroyum. Samstundis er hetta ein boðskapur til ungfólk um, at halda seg burtur frá hesi kreativu vinnu. Tí er alneyðugt at halda fast um verandi kós, og hækka játtanina so líðandi við teim 500.000 kr, ið skotið varð upp. Vit heita tí á Fíggjarnevdina um at endurskoða avgerðina, og síggja tær álvarsligu avleiðingarnar av hesum niðurskurði. Vit heita á Føroya Løgting um at taka undir við uppskotinum um at hækka játtanina, og tryggja filmsvinnuni arbeiðsumstøður til at skapa okkara egnu søgur á filmi." Nevndin í felagnum Føroyskum Filmsfólkum er Maria Winther Olsen, forkvinna, Ingun í Skrivarastovu, næstforkvinna, Sakaris Stórá, skrivari, Jonas Í Dali Wagner, kassameistari og Anton Petersen nevndarlimur. Tá eitt flogfar ferst ”Tá tað hugtakandi og upplýsandi gongur hond í hond, uttan at tað skakandi sleppur at taka yvirhond. Og so er tað ljóssetingin í stovuupptøkunum, sum tit duga so framúr. Dramatiseringarnar vóru seinasta kittið, sum helt øllum saman. Framúr dramadokumentariskt avrik. Takk, nú er at minnast til í kvøld.” Soleiðis skrivaði eg spontant á Facebook, eftir at hava sæð fyrra part av søguni um flogvanlukkuna í Mykinesi í 1970. Og tey orðini standi eg við. Í almennu søguni um film í Føroyum, er lítið at taka seg aftur í, at meginpartin av farnu øld, ja alt síðan filmur sum tekniskt úttrykk kom fyri dagin, hava vit mest sum bara dúvað uppá útlendsk listafólk, og tikið til takkar við passiva leiklutinum sum útvegari av location og baktjaldi. Fyrst við Farornas Ö í 1929 og síðst við James Bond í fjør. Til eina útlendska grein um Føroyar sum filmsland, skrivaði eg herfyri soleiðis. Hvør skal siga, høvdu vit sjálvi gjørt filmin á heimligum botni, so høvdu vit tá skrivað okkum inn í altjóða filmsøguna við einum alment galdandi dokumentaristiskum avriki. Men svenski ummælarin letur filmin dumpa, tí hann hevur ikki rót í einum staðbundnum gróðrarbotni. Hann er fremmandur og gjørdur á lántum lendi. Nú eru vit komin hartil, at vit í fleiri førum hava sæð føroysk avrik, ikki tí at tey fyrst og fremst skulu verða føroysk, bara tí at tað er rættast og mest potensierandi í teirri tjóðarbygging, sum onkur varslaði og fyrigyklaði okkum fyri aldarsskiftið, nei, vit eru kom hartil, at vit í fleiri førum hava kunnað víst føroyskan film, sum á egnum botni gongur egnar leiðir við egnum søgum og egnum filmiskum máli.  Í sjónvarpsformati er Dagmar Joensen-Næs ósvitaliga undangongufólkið í hesum úttrykki. Fyrst er sjónliga motiveringin fyri at gera sendingina, sum eins væl kann liva sítt egna lív sum filmur á stórum lørifti, tí so briljant er tekniska akkurátessan og handfaringin av filmiskum frásøgusnildum. Sannførandi motiveringin er, at liðin er hálv øld síðan hesa skakandi hending, sum øll á mínum aldri minnast. Eins og deyðin altíð skal hava eina orsøk, skal ein dokumentariskur filmur av hesum slag eisini hava eina orsøk, sum ikki er fordekt, men er sólarklár og hevur undirtøku í fólkinum, tá hann sum tíðardokument kemur fram í røttum tíma. Uppleggið hevur helst tikið rúma tíð at fyrireika, tí á endaskeltinum sæst, at nógv fólk hava verið við. Tá liðugt var, saknaði eg bara navnið á útvarpsrøddini hjá Finnboga Ísaksson.  Kann hugsa mær, at arbeiðsleisturin hevur verið: Hvør skal tilgondin verða, og hvør persónur skal veljast út at lýsast nærri? Hvør skal lýsa hvønn og hvussu? Hvørjar heimildir eru til taks, hvørjir myndugleikar skulu verða umboðaðir, hvussu við kynsbýti, úr hvørjum bygdum eru tey úrvaldu, hvat er teirra arbeiði, skal nakað átrúnaðarligt tilknyti síggjast aftur - og hvussu drúgv skal sendingin verða? Alt í alt ein tvørskurður av rakta samfelagnum, tá ólukkan hendir. Í so máta er søgan sum í sanginum hjá Woody Guthrie um Deportee og í trælasøguni hjá Hans Kirk, Slaven. Eingin spyr, hvør verður raktur. Søgan er longu kollektiv, tá tú hevur sett teg í flogfarið. Ein filmskur fongur, um enn kargur og náðileysur. Tá alt er fallið uppá pláss, er eftir at lata alt í ein átuligan ham, sum er nútíðar sjónvarpi verdugur. Tað er lukkast framúr væl, fyrst og fremst við góða ljósinum í nútíðarstovunum hjá teimum, sum yvirlivdu, serliga heima hjá Eyfinn Poulsen, har ljósið og talan gongur upp í eina hægri poetiska eind, og heima hjá avvarandi, til dømis hjá Andreu D. Poulsen, sum í útrykki er serliga sannførandi.  Vit síggja eisini óræddu sjúkrasystrina, Katrin Dahl, klintrast í klettunum, og unga herskyldumannin, Jens Kjeld-Jensen, ið situr hjá íslendska Pálli Stefanson, sum var annar flogskipari og tí er sannleiksvitni í sendingunum.  Her sæst aftur tað góða undanarbeiðið, sum er gjørt innan nakað upptøkutól verður tendrað. Álitið á leikstjóran er fullkomið. Sum áskoðarar fáa vit frágera úrslitið at síggja á egnum skíggja heima í stovuni. Hetta er nýbrot í føroyskari sjónvarpsgerð og í sjálvum sær eitt argument fyri, hví vit skulu hava eitt sterkt kringvarp, ið er á fíggjarlógini, og sum skuldi fingið atstøður at verið nógv aktivari at gera filmisk úttrykk, dokumentarisk nýskapanadi eins og fiktiónseksperimenterandi á heimligum botni. Í fyrra partinum vórðu amatørleikarar serliga sjónligir. Himmalrópandi malplaseraðir hildu summi, men eg siti eftir við teirri fatan, at júst hesin partur gav fyrra partinum ein seregnan karakter. Ferðandi, sum yvirlivdu vanlukkuna og Mykinesmenn, ráðaleysir í løtum, men staðkendir finnauppámenn, góvu filminum eitt snediga uppáklistrað úttrykk við parykkum, ið ikki passaðu, sum vóru vit í einum zombiefilmi In the Valley of the Dead, og helst hevur onkur av teim veruligu persónunum á staðnum fyri fimti árum síðan kent seg sum gangandi í einum zombielandi hesar mjørkadagar í Mykinesi.  Í hvussu er varð hetta ein nýskapandi partur av eini møguligari fatan av teimum, sum vóru við í flogvanlukkuni í Mykinesi. Frámerkið hjá Jónfinni Stenberg sást skilliga her. Og aftur tá tveir hava býtt um sess umborð á flogfarinum. Annar doyr og hin livir.  Seinni partur var meira kensluborin sum eftirmæli hjá teim eftirsitandi og eitt sindur merktur av uppafturtøkum. Og ikki fyrr enn í endanum fáa vit nøvnini á teimum, sum doyðu, so niðurtónaður var tann parturin.  Filmurin um syndarligu vanlukkuna gjørdist hvørki yvirfladiskur ella djúpkrøktur, men varisliga og elegant nemandi við alt tað, sum situr eftir í føroysku fólkasálini, hálva øld eftir eina ta mest álvarsligu vanlukkuna í framgangsríku eftirkrígstíðini. Tá verður ein tílíkur filmur kollektivt forloysandi. Tá eitt flogfar ferst, spyr eingin eftir tign. Øll verða rakt. Eisini tey, sum ikki vóru umborð. Uppgávan verður at lofta hesi avbjóðing. Tað gjørdi upptøkuliðið hjá Kringvarpinum við bravour! Hóast tvey nøvn bera sendingina, Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen, er hetta eitt kollektivt avrik úr Kringvarpi Føroya, sum í mínum eygum er uttan líka. Til lukku! Fyrri parturSeinni partur Átta orð úr sammóðir Fríggjadagurin seytjandi desember 2021 varð ein stórur orðabókadagur í Føroya søgu. Ikki bara eydnaðist at fáa sammóðrina inn í orðabøkurnar hjá Sprotanum, men við sammóðrini komu eisini hesi trý orðini afturat teimum fimm ensku co-mother orðunum sama dag: samfaðirskapur, samfaðir, sammóðurskapur. Og sum sæst omanfyri, slapp hitt forfjónaða orðið "hoppiborg" eisini uppí part, hóast tað helst ikki hevur nakað við Tinghúsvøllin og tey hús, sum har standa, at gera. Málið er livandi í fólkaræðisliga samfelagnum, í hvussu er tí, sum er uttanfyri Tinggátt, bara tú hevur áhuga og gert hann galdandi, orðabókaáhugan, sum er púra ópolitiskur og livir í fólkinum. Leggið ikki fót fyri filmsvinnuna Við hesum setningi heitir Filmshúsið á Fíggjarnevnd løgtingsins um ikki at skerja stuðulin til føroyska filmsgerð við 400.000 krónum. Stjóri í Filmshúsinum er Tina Wagner í Dali og formaður í stýrinum fyri Filmshúsið er Jan Berg Jørgensen. Skrivið frá Filmshúsinum er soljóðandi: ”Tað er eitt álvarsligt bakkast fyri føroyskan film, um ætlanirnar hjá nýggja landsstýrinum um at skerja filmsgrunnin verða veruleiki. Hetta er at leggja fót fyri tí menningini, sum er í gongd í føroyskum filmi, heldur enn at stimbra vøksturin í vinnuni. Ríkisfelagsskapurin hevur ta avleiðing, at vit ikki kunnu søkja um fígging og stuðul til filmsframleiðslur aðra staðni - heldur ikki í Danmark. Tí eru vit í Føroyum serliga bundin at politiska viljanum til at tryggja vøkstur og menning. Hesa ábyrgd mugu politikkararnir taka á seg. Greiða og breiða politiska ætlanin frá 2011, tá Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eisini sótu í Landsstýri, var at økja filmsjáttanina við 500.000 krónum árliga, til vit eru á støði við grannalondini. Langt er eftir, til vit røkka tí málinum, men fet fyri fet hava vit flutt okkum rætta vegin. Nú vil landsstýrið skerja játtanina til filmsgrunnin við 400.000 krónum, heldur enn at økja hana 500.000. Filmhusið arbeiðir miðvíst fyri at draga filmsframleiðlsur hendan vegin. Bara her í heyst eru 3 milliónir krónur komnar í landskassan av einari stórari, altjóða filmsframleiðslu. Samstundis hevur hetta ment fólk og førleikar. Hetta arbeiðið kann bara vaksa, um vit halda á at førleikamenna okkum og gerast enn dugnaligari at handfara útlendskar framleiðslur. Tað hendir ikki, uttan at vit seta orku og pengar av til tað. Allarbíligastu filmarnir, framleiddir Í Norðurlondum, kosta ikki undir 4,5 milliónir krónur. Føroyski filmsgrunnurin hevur eina játtan á 2,8 milliónir. Hetta skal fíggja menning av allari filmsvinnuni. Hesa játtan er ætlanin nú at lækka niður í 2,4 milliónir. Um tað verður gjørt, so sorlar samgongan fortreytirnar fyri menning av føroyskum filmi sum vinnugrein. Vit heita tí á samgonguna og politisku skipanina sum heild um at endurskoða ætlanina, tí avleiðingarnar vera óbøtiligar fyri føroyskan film og føroysku filmsvinnuna.” Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, legði uppskot um fíggjarløgtingslóg fyri fíggjarárið 2020 fram 30. september 2019 og eftir fyrstu viðgerð 3. oktober varð uppskotið beint í Fíggjarnevndina, sum sigur, at tey hava viðgjørt málið á tíggju fundum. Ein meirluti og tríggir minnilutar í Fíggjarnevndini Í Fíggjarnevdini er Magnus Rasmussen formaður, Aksel V. Johannesen er næstformaður og hinir føstu limirnir eru Jákup Mikkelsen, Kristin Michelsen, Bill Justinussen, Kristina Háfoss og Poul Michelsen. Undir viðgerðini hevur Fíggjarnevndin býtt seg í ein meiriluta og tríggjar minnilutar. Meirilutin, tað er Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen, hevur hesar viðmerkingar um stuðulsjáttan til film í Føroyum í 2020: ”Meirlutin heldur, at játtanin kann minka”. Upphæddin er sett at minka við 400.000 krónum, í staðin fyri at hækka við eini upphædd sum til dømis 500.000 árliga, ið var varisligi politiski setningurin fyri seks árum síðan. Tað merkir at blómandi føroyska filmsgerðin er út við eina millión krónur fátækari, nú føroya sjónligasta filmsátak, Geytin, fyri áttindu ferð er í hondum. Hjá filmsáhugaðum er tað ikki til at skilja. Her eru Geytavinnararnir higartil: 2012 Sakaris Stóra fyri "Summarnátt" 2013 Dávur Djurhuus fyri "Terminal" 2014 Heiðrikur á Heygum fyri "Skuld" 2015 Andrias Høgenni fyri "Stina Karina" 2016 Andrias Høgenni fyri "Et knæk" 2018 Trygvi Danielsen fyri "111 góðir dagar" 2019 Andrias Høgenni fyri "Ikki illa meint" Høvuðsstaðarkommunan hevur stuðlað Geytatiltakinum síðan byrjan. Tey, sum higartil hava fingið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, eru: 2012 Annika á Lofti fyri "Mist" 2013 Jónfinn Stenberg fyri "Munch" 2014 Heiðrikur á Heygum fyri "Skuld" 2015 Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri "Tunnan" 2016 Andrias Høgenni fyri "Et knæk" 2018 Maria Guldbrandsø Tórgarð fyri "Maðurin við Blæuni" 2019 Julia í Kálvalíð fyri "Omman" Í ár eru 20 filmar teknaðir til áttanda Geytatiltakið, sum verður í Norðurlandahúsinum hin 15. februar 2020. Fleiri aðrar stuttfilmskappingar við stórum peningaligum vinningum hava verið í ár. Kappingarnar hava staðfest, at millum skúlaungdóm er stórur áhugi, og eisini framúr førleiki, at arbeiða við filmsmiðilinum og at siga originalar søgur. Felagið Føroysk Filmsfólk heitir á Fíggjarnevndina Í skrivi til Fíggjarnevndina hin 3. desember sigur Felagið Føroysk Filmsfólk undir yvirskriftini Framtíðin í filmsvinnuni soleiðis: ”Síðani politisk avtala varð gjørd fyri 6 árum síðani, er filmsjáttanin hækkað við umleið 500.000 kr árliga. Tíverri síggja vit, at játtanin fyri 2020 er tann sama sum í ár - 2,7 mió. kr. Tað er sera umráðandi, at positiva gongdin heldur á, nú henda unga vinna er í stórum vøkstri. Filmsjáttanin er grundarsteinur undir filmsgerðini her á landi. Okkara vón er, at eitt samt løgting tekur undir við at hækka hesa játtan við í minsta lagi 500.000 kr. árliga komandi árini, soleiðis at føroysk filmsvinna og filmsmentan kann gera mun, og halda fram at menna seg, gera vart við seg, bæði úti í heimi og her heima.” Forkvinna í Felagnum Føroysk Filmsfólk er Maria Winther Olsen og skrivari er Sakaris Stórá. Tunlasjónir Seinastu dagarnar hevur hugtakið tunnel vision, tunlasjón, staðið sína roynd. Meðan orðamyndin sipar til lítið sjónarøki og tað snævurskygni, sum er í at síggja heimin úr einum trengri og trengri sjónarhorni, er tann visión, sum nýggjasta tunnilsarbeiðið í Føroyum byggir á, borðin fram, útint og sett í verk av tí berklektaða víðsýni, sum nú – við bravour - stendur sína fólksligu roynd. Nú fara vit eina ferð gjøgnum tíð og tunlar. Eina ferð, sum aftur og fram kann gerast í eina spælifilmslongd ella so, góðar hundrað minuttir, hóast vit ikki gjørdu so skjótt av í dag. Tríggjar dagar upp í slag havi eg gjørt mær ørindi inn í Eysturoynna og longur, hesuferð við lagaligum uppfarti á Strondum. Í dag varð farleiðin heilt norður til Hvannasunds at heinta ein málning í kjallaranum hjá Livari Nysted. Tað var vinmaðurin, Terje, sum eftir eini kámari svarthvítari smámynd hevði bílagt eitt portrett av pápanum, Sigurði hjá Jóin á Húsum, sum var føddur í 1915 og doyði í 1960, tá Terje var fýra. Gjøgnum tíðir og tunlar var tað ein rørandi sjón.  Onkur, sum er á myndini, hevði koyrt teinin úr miðbýnum í Havn og norður higar eftir 48 minuttum. Og so aftur til Havnar, nú oyggjarnar vórðu huldar í kava. Hóast eingin veðurforsøgn, eg hoyrdi, spáddi tað, fáa vit nú eini hvít jól.  Í Runavík varð steðgað við Rúsuna, ikki so nógv fyri at fáa jóladrekka, sum at royna parkeringsviðurskiftini, og hvussu gongst, tá parkeraði bilurin skal bakkast út aftur í ferðsluna. Havi ikki upplivað hetta fyrr, men her dumpaði handilsgøtan í Runavík. Hetta ber ikki til, skal gøtan klára at slúka ferðslu og parkering, sum er so samanvovin. Og so fangaði eg stuttliga skeltið við amerikanska stout ølinum, har onkur hevur klagað um høgan prís, og handilsfólkið tí hevur skrivað við penni: "fyri hvørja!" Gleðilig jól allir blogglesarar!  Adventsgæs Fjórða sunnudag í advent er lýtt og stilt. Nógv fólk er at síggja á Boðanesi og øllum teim nýløgdu gøtunum har umkring. Greitt er, at gæsnar eru nógvar, so hevur tú ikki longu bílagt jólagásina, so er kanska eitt høvi á hesum leiðum, hóast eg ivist, nú so stutt er til jóla. Gøtan oman á Hvítasand eru komin væl áleiðis, og kann henda at júst henda gøta fer at taka seg væl út, hóast eg ikki skilji nýkomnu heildarhugsanina hjá kommununi í at gjøgnumgata alt lendið við so nógvum gøtum, nú alt lendið frammanundan er friðhalga at verða partur av eini nútíðar og framtíðar frílendisætlan. Verri er, at á akkurát hesum staði sæst einki til hvíta sandin, sum enn gevur víkini navn. Har er allur hin hvíti sandurin burtur. Í liggjandi táminum er trølsliga áhugavert at ganga niðan við Hoydalsá og síggja, at trøini standa enn, eins og bygningarnir, sum fyrr hýstu studenta- og HF-skúla og søguliga kostdeildin sum er friðað. Meðan trøini fram við ánni bera aldurin væl, er verri við skúlabygningunum í Hoydølum. Teir eru í dag so ljótir, at eg heldur hyggi hinvegin og fokuseri á trøini fram við ánni. Improviseraðu bygningarnir, sum nú liggja hultur um bultur og eru tað bera órudd, eiga at verða ruddaðir burtur, innan teir verða offur fyri reinari dekadansu og tí fullkomna forfalli, sum nú bara er syndarligt at síggja. Landið eigur. Bæði skommina og bygningarnar. Eingin norðurlendskur filmur í Oscarkappingini Eingin norðurlendskur filmur er við í kappingini at vinna Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur. Tað er greitt nú Oscardómsnevndin hevur smalkað úrvalið úr upprunaligu rúgvuni við 91 altjóða spælifilmum niður í tíggju, sum aftur skal skerast niður í helvt, so fimm filmar eru eftir í kappingini 9. februar um munadyggastu filmsvirðislønina og frámerkið sum besti altjóða filmur. Henda kappingarskrá hevur altíð havt mín fremsta áhuga, tí her sæst, hvat fyriferst á filmsløriftinum kring heimin og nú eisini hjá stroymingartænastum. Suðurkoreanski filmurin Parasite , sum Gudmund Helmsdal Nielsen fer at innleiða í Filmsfelagnum 5. februar, er enn á listanum yvir teir tíggju, ið kappast um Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur í 2020. Sama eru spanski Pain & Glory og norðurmakedónski Honeyland , sum Filmsfelagið longu hevur víst. Veit fyri vist, at filmshugaði krossa fingrar fyri Parasite , sum vann í Cannes í summar, ið nú verður sýndur mitt í Havn beint undan Oscarhandanini. - Tað er Kafka, Olsen-banden og Tarantino í einum og sama filmi, skrivaði Kim Skotte úr Cannes til lesararnar hjá Politiken, tá suðurkoreanska stættarsøgan vann Gylta Pálmin. Enskt mæltir miðlar skrivaðu eisini, at "Parasite is a crowd-pleaser for the class-conscious" Og hetta við kappingum um virðislønir, serliga Oscarvirðislønina, er ikki fyri viðbreknar listasálir, ið halda, at list er verður til í einum pengaleysum tómrúmi, sum er uttan atgongumerkjasølu, og ikki er ein ítróttarlig kappingargrein, men ein hevdvunnin listagrein, sum hvílir á heiðuri og náði frá yvirstættini, ið síðan miðøld hevur verið beneficierandi vælgeri. Nei, kappingin um filmsvirðislønir hevur aldri verið harðari enn beint nú, nú vit týðuliga síggja, at filmur er ein flytbar listagrein, sum ikki bara er í gamaldags biografum, men eisini sæst hjá stroymingartænastum, sum í fleiri førum eru pengasterkari enn gomlu Holloywoodfeløgini, og eiga egnar rásir og nú eisini biografar at spjaða filmarnar. Samstundis ger flytbara tøknin tað møguligt at gera film í smærri økjum, sum til dømis í Norðuratlantshavi, tí stóru søgurnar eru sagdar so ofta á meginlandinum, at framleiðarar leita altíð eftir nýggjum visuellum upplivingum, ið eingin hevur sæð fyrr, sum til dømis bóndan í Saksun, Petur Andreas Petersen, sum í einum reklamufilmi fyri SpecSavers í 2008 klippir hundinum og ikki seyðinum, tú eyguni eru farin at bila. - Burdi fari til SpecSavers, er svart hvíta útsøgnin. Tað søguna og bygdina hevði eingin sæð áður á henda hátt, og flest øll munnu minnast hana, staðbundnu handilsútsøgnina. Tríggir steðgir stytsta dag Her stendur hann, originalurin, og kikar eftir ljósinum, stytsta tunnilsdag í 2020. Vit eru í túninum í garðinum hjá Nólsoyar Páll, sum Archibald Black fór undir at endurreisa á Biskupstøð í 2014. Og eg skal skunda mær at siga, at tað er ikki ein gittari, ið stendur við hansara vinstru lið. Tunnilin inn í Eysturoynna hevur víðkað okkum rásarúm og virkisøki. Eftir lítlari løtu, og uttan at møðast av leiðiligari koyring norður gjøgnum Sundalagið, inn millum Fjarða, undir Valaknúkum og til Skipanes, kanst tú nú taka teg beint inn í Runavík, og hendingaløtu troyttast av smáteinum av Glyvrum til Gøtueiði, so tú fært tann futuristiska tankan, at nú er bara eftir at stytta Skálafjørð. Og innan tú hevur hugsað tann tankan lidnan, ert tú niðri í Syðrugøtu, og tekur inn í teg angan og ljóðið av havi, so allar porur standa opnar. Nú manglar bara G! festivalurin og eitt navn av Robert Plant kalibri at vekja okkum úr kovidskum mentanardvala og fáa okkum at trúgva uppá framtíðina aftur. Fotostopp eitt. Stytsta dag at ganga um Eiðisá í Norðragøtu eftir tekjuni á býráðshúsinum, sum Henning Larsen partaeigarin, Osjørn Jacobsen, teknaði fyri Eysturkommunu, ið bygdi húsini í 2018, er so sjáldsamt, at tað verður fotostopp nummar tvey. Triða og seinasta fotostopp í dag, nú vetrarsólstøðan er so, at longsta nátt og stytsti dagur hava verið og sekundini, sum skjótt verða minuttir, stigvíst bera okkum ljós, og greitt leiðir okkum móti ljósari tíðum, so vit av røttum burdu brent heksina á báli í kvøld, heldur enn á hásumri - men kanska er tað júst tað, vit gera á jólum, kynda undir eini higartil ókendari brúkarafest, har alt verður brent av - er á Biskupstøð hjá Archie Black og Nólsoyar Páll í Klaksvík.Ný skýmingin sýgur um landið, fáa vit eitt eyka fotostopp á Klaksvíkar Sleipistøð á Kósini í Klaksvík, har Ternan hjá Strandferðsluni stendur á beding, og skjótt fer at gleða ótolnar nólsoyingar, ið ikki hava fingið tann ágóða av flytføri, mobility, sum vit á meginlandinum hava fingið seinastu dagarnar. Takk fyri hesuferð! Annar sunnudagur í advent Sólin stendur lágt, munurin á ljósi og skugga verður hárhvassur, og stutt eftir middag liggur Boðanes í litleysum skugga. Innan vit koma so langt, súgva litirnir mettuna í seg. Upp móti bláa fjørðinum er reyði konteynarin eitt mynsturverk, bara brotið av monotona pelanum, sum í kvøld fer at kasta ljós yvir myrka vegin og ljósa gonguteigin. Lívið er ein førningur við mynstrum. Í Hvamminum, uppi í brekkuni, stendur vakstrarhúsið í eins hvassari kontrast undir Lágargarði og minnir okkum á tíðina og ljósið, sum svinna, nú gøtan fer fram við Boðanesheiminum, og sýnið millum Stong og Eystnes manifesterar seg, sum gekk ellisheimsgøtan heilt út í havsbrúnna. Av tóma kampingplássinum sæst til vinstru handar inn í Eysturoynna við teim eyðkendu kavaklæddu tindunum heilt norður í Sundalagið meðan aldan stillisliga brýtur. Á trøðni hjá Júst hava dúgvurnar savnað seg á tekjuni at njóta tær seinastu strálurnar frá lágu adventssólini. Tyrlan kemur úr Dímun og setir seg á pallin við Hvítasand. Skuggarnir longjast, fuglarnir flúgva og seyðurin skimast í seinasta ljósinum. Úti við Boðanesgjógv raka lágu strálurnar ovasta heyggin, har breiða gongugøtan oman á sandin undir tyrlupallinum verður grivin, og fólk longu síggjast ganga. Kanska fer hetta inntriv í nátturuna at eydnast, hóast eg higartil ikki havi hildið tað. Av hægra heygnum hinumegin Hoydalsá sæst inn í Hoyvík, har tey undir neystunum plaga at svimja í sjónum. Seinastu sólstrálurnar raka inn í víkina. Klokkan er enn ikki tvey, tá eitt grønt farmaskip sæst stevna út í heim á heimleiðini millum úthúsini hjá Steffanson og teimum har úti við Strond. Góðan adventssunnudag. Til jólaborðið So er fullur bussur av anga og kjøti til jóla. Í morgun kom starvsfelagin, Sigfríður, norðan av Eiði við árligu veðurlambskrovunum, lembd í Kollinum, og hava gingið í brøttu Skorunum út móti Norðhavinum og á Slætnabrúnni undir Melanum og Sandfelli, sum í báðum førum síggjast merkt við reyðum á kortinum niðanfyri. Um smakkurin verður bara hálvt so góður sum angin, so verður framúr. Tjóðarbyggjandi jólagáva Í dag varð Eysturoyartunnilin rætta jólagávan til allar føroyingar. Tað syrgdi Teitur Samuelsen fyri í beinleiðis Kringvarpssending, har landstýrismaðurin, Jørgin Niclasen, afturvið horntónleiki slapp at skera snórarnar til allar tríggjar tunlarnar. Myndina av Teiti og Tróndi, niðanfyri, tók eg 3. desember. Hinar eru frá í dag. Men dagsins orð varð “Frælsissúlan”. Tað orðið átti listamaðurin Tróndur Patursson, sum sipaði til súluna, sum helt øllum uppi í rundkoyringini mitt í undirsjóvartunlinum. Har hava hann og sonurin, Brandur, gjørt ein symbolskan ring við 84 fólkum, sum hond í hond síggjast í skiftandi ljósi afturvið eini ljóðmynd hjá Jens L.Thomsen. Eyðun Eliasen, arkitektur, lokaliseraði staðin sum “Underberg”. Veit ikki, hvussu sambands- og fráhaldsfólk á hesum leiðum fataðu tey bæði orðini, Frælsissúlan og Underberg, hesa uppbyggiligu hátíðarløtu við tilsipingum í Bíbilsøguna við søgunum um Móses og turrskøddu ferðina um Reyðahavið. Tí varð tað gott, at lokali borgarstjórin, Arthur Johannesen, detroniseraði tey bæði fyrru íbygdu orðini, og á havsins botni kundi rópa tunnilin “Tangasmoguna”. - Føroyar gerast nú munandi størri - og minni, alt eftir hvussu tú sært uppá verkætlanina, segði Teitur  Samuelsen, stjóri í tunnlinum. Og rætt hevur hann. Tunnilin fer at geva meginpartinum av føroyska fólkinum eitt flytføri, sum er størri enn vit nakrantíð hava upplivað. Helst fara lokaliseringsástøði at fáa eitt nýtt og skilvísari lív eftir hetta størsta inntriv í føroyskari søgu, fyri ikki um at tala huldusliga bygdasligheit, ið nú fer at verða blást burtur, sum froða av bryggi.   Pliktfulla orðabraskið frá maktpersónum, mest sum bara av potensierandi kallkyni, tað var einans Annika Olsen, ið umboðaði kvennkynið, varð nakað drúgt. Tá jólahandilin nærkast plagar føroyskt orðabrask at verða leiðiligari enn nakrantíð. Eftir Trónd, Eyðun og Jens skuldi verið klipt og liðugt. Ferditt. Men politiskt korrektness krevur, at tað altíð verður so. Umframt mannlig potensierandi seráhugamál av siðsøguligum slag, kanska mest sjónligt á bókahillunum hesa ársins tíð, hava vit eisini alt ov nógvar kommunur, fyri ikki um at tala tvíhaldanina um staðarnøvn, sum eru upp í leypar á hvørjum tanga. Tað sæst skilliga í hesum døgum, nú yvir- og undirskipað skelti eru sett upp og hava sett undirjørðiskan eld í. Tað minnir meg um, tá eitt føroyskt skúlaatlas kom út í 2014. Tá klagaði ein kommuna um, at teirra bygd varð ikki skrivað við eins stórari skrift og helst størri, enn grannakommunan. Svarið um, at fólkatalið ger av, hvør skriftin er, varð skilt, men ikki aksepterað, hóast klagandi kommunan var og er hálvt so stór sum grannakommunan. Verður á sama hátt talt fram við eystara armi á Skálafjørðinum, býr ein rúgva av fólki her. Men býtt út á øll staðarnøvnini, eru alt smábygdir. Í Runavík búgva 586 fólk, meðan 933 búgva á Strondum, sum nú verður býur. Veit, at afturhorvandi siðsøguligi hugsunarhátturin tvíheldur um gomul staðarnøvn og helst finnur enn fleiri gomul úr gloymskuni eisini, so tað er helst óhugsandi at miðsavna staðarnøvn, so tey undir einum fara at umboða tað fólkatal, sum veruliga býr í økinum, og gevur eina meira rættvísandi mynd og karm um lokaliseringsástøði, ið aftur skapar útlit fyri samtíðarsvarandi metropolum, har sosialar verur trívast og vilja búgva við nútíðarfasilitetum, ið ikki verða útloystir og realiseraðir fyrr enn fólkatalið er omanfyri eitt ávíst støði. Í hesum sambandi er vert at peika á, at í skjótt vaksandi økinum Hoyvík, nakrar minuttir hinumegin fjørðin, búgva í dag 4340 fólk, meðan 4971 búgva norðuri í Klaksvík. Kappingin um næststørsta bý í landinum er greið. Tí var eg serliga spentur at síggja, hvussu ferðslan eftir handilsgøtuni í Runavík fór at arta seg. Bilsin varð eg at síggja, at her var eingin ruðuleiki, men eitt javnt flow av ferðslu, sum tey siga um alt, ið gevur røring í samfelagnum - flow. Fór inn í Berglon og hitti Hallberu Ólavsdóttir, sum fyrr stóð fyri Töting í Götu, men nú er farin undir egið tekstilmerki - Hallbera. Vit tosa eina løtu um nýggja ferðslusambandið, um kvinnur í vinnuni, og um tey tilboð, hon hevur beint nú. - Hetta er besta tilboð, sigur hon og heldur snøggu troyggjuna framm fyri seg.  Greitt er, at Runavík er ikki bara pitstop til Klaksvíkar, nei, her eru eisini tilboð, ið neyvan síggjast aðrastaðni. Og borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, lovar undirbygdartunnil at bøta um framhaldandi ferðslusambandið úr Eysturoyartunlinum. - Vit stytta ferðatíðina, sigur norska NCC, sum hevur havt høvuðsábyrgdina av tunnilsarbeiðnum. Eysturoyartunnilin styttir farleiðina úr Havn til Runavíkar og Strendur úr 55 kilometrum niður í 17. Biltúrurin, sum fyrr tók 64 minuttir, verður nú 16 minuttir, sigur NCC og leggur afturat, at biltúrurin úr Havn til Klaksvíkar verður styttur úr 68 niður í 36 minuttir. Jógvan Hugo Gardar, sum er úr Klaksvík og arbeiðir sum journalistur í Noregi, skrivar á Facebook í morgun: “Minnist, tá vit koyrdu norður á Stengurnar, bilurin lyftur umborð á "Gardar", síðani til Fuglafjarðar. So gekk leiðin til Selatraðar - við innløgdum steðgi hjá langommu við Sjógv til drekkamunn og okkurt at bíta í. Síðan til Selatraðar har "Sundaferjan" førdi tey, sum skuldu til Havnar yvir á Hósvík, har leiðin so gekk seinasta teinin til Havnar. Tá roknaði ongin sparda tíð í minuttum. Tað var neyðugt at liggja nátt. Vit kunnu siga nógv um bygdamenningarpolitikkin, tá teir í 70’unum og 80’unum drógu vegir og tunlar til hvønn krók. Í dag njóta vit gott av tí politikkinum.” Tunnilin knýtur Skálafjørðin saman við tveimum tunlum, ið verða bundnir saman við einari rundkoyring undir havbotninum. Tunnilin er 2,2 kilometrar langur frá høvuðsvegnum við Rókina í Saltnesi til rundkoyringina, og teinurin frá Sjógv á Strondum til rundkoyringina er 1,7 kilometur. Høvuðstunnilin úr Havn til rundkoyringina er 7,5 kilometur og kemur upp í dagsljósið á Hvítanesi. Av trygdarávum er einki hall meir enn 5%. Lægsta stað í tunnlinum er 187 metrar undur vatnskorpuni. “Pilaren er den største utfordringen” sigur norski arbeiðsformaðurin, Eivind Grøv, í rundkoyringini um “Frælsissúluna” í práti við Jón Brian Hvidtfeldt í Kringvarpinum. Hann hevur fyri NCC verið við í øllum trimum undirsjóvartunlunum, og eisini í komandi Sandoyartunlinum. Hann hevur verið í Føroyum síðan 1988 og hevur eisini fingið fyrispurning um, at verða við í einum komandi Suðuroyartunli. Tað hevur hann játtað, at gera. So er bara eftir at koyra heim aftur til Havnar. Til lukku við tunlinum, øll í Føroyum! Tíðir broytast Neyvan hevur nakað broytt okkara gerandisdag sum skíggin.  Tá vit í dag fara til arbeiðis, steðga vit í durinum, taka telefonina fram og skriva okkum inn í Total View. Soleiðis byrjar arbeiðsdagurin.  Helst hava vit tá longu hugt í onkran av altjóða miðlunum, har yvirskriftirnar renna inn í somu telefon, fyri mín part Politiken og fríggjadag klokkan trettan er tað BBC.  Starvsfelagin skrivar á messenger: "Eg arbeiði heima í dag." Abbasonurin fer í barnagarð, har tey syngja í kóri. Nøkur sekund úr eini upptøku. Røktarheimið, har langomma hansara er, sigur, at koronastongsilin er av, og tey spyrja um loyvi at senda teim avvarðandi felagsmyndir av búfólkunum, nú tey fara í Dansifrøði at eta smurt breyð á middegi. Tað er gamaní, svari eg um sama bleiktrandi skíggja. Og til at sannføra meg um, at skíggi stavast við fyrr-i, má eg styrkja meg í trúnni uppá at tað er rætt. Jú, rætt er. Hvat varð orðabókin uttan skíggja? Og hvat var málið, skriftin og samskiftið uttan atgongdina til skíggjan?  Vit eru so langt frá heimsins metropolum, at vit eiga at fáa ókeypis internetsamband við hægstu ferð á hvønn skíggja, spyrt tú meg.  Og tá vit tosa um brúkstíð, kunnu vit tá siga skermtíð? Tað hoyri eg at fleiri gera. Er kanska eitt yvir- og undirstættarstríð um at taka seg upp, har annar parturin sigur skíggi og hin parturin sigur skermur? Allar samfelagsligar rembingar hava eitt íbygt stættarstríð, so dialektiskt marxistiskur eri eg. Always, immer, altíð.  So byrjar arbeiðsdagurin og eg lesi arbeiðsáminningarnar til dagin. Hyggja eftir innkomnum filmum í skúlakappingini. Gjøgnumarbeitt á skúlunum á skíggjum. Klipt til endamálið og sent til dómsnevndina, sum nú situr og hyggur á stórskíggja. Frammanundan hava øll fimm hugt á og í egnan skíggja, onkur fleiri ferðir á mac og pc, við og uttan apple, og nú skulu vit møtast at síggja úrslitini í felag. Finna ein vinnara og semjast um eina orðing.  Ikki ein filmur frá skúlaungdómi ber boð um ella brá av at skíggin er ein trupulleiki. Hann er eitt amboð.  Klokkan verður tólv og vit skriva til Bowlinghøllina um at fáa borð. Jú, tað er gamaní.  Taki lummatelefonina fram meðan vit ganga yvir at síggja um ikki onkur skrivar okkurt. Jú. Ein heilur innkeypslisti. Og forrestin er bilurin klárur at heinta, siga sms boðini. Fái eisini at vita, at eg enn standi á listanum at sleppa at royna nýggja el-bilin, sum kann koyra 800 km fyri hvørja løðing, og at Holocaustfundur verður í næstu viku. Eri so uppslúktur av skíggjanum og tí ómanngjørda lívinum, sum har er, at eg eri um at verða yvirkoyrdur, tá eg fari yvir um vegin við Idé Møblar saman við hinum í dómsnevndini, tí eg hugdi ikki eftir bilunum.  Í hálkuni verið eg sannførdur um, at nógv størri syndari enn skíggin er bilurin. Hann er beinleiðis lívshættiligur, tá vit tosa um ítøkiliga lívið á gøtuni, her vit øll ganga og flyta okkum á einum real plani, sum ikki er upphugsað av Fólkaheilsuráðnum, sum í dag hevur savnað alla ta gransking, sum pávísiliga sigur, at samband er millum skíggjanýtslu og óheilsu.  Tí kunngera tey okkara public service vegna tey almennu føroysku skíggjaráðini. Sagt verður, at ert tú vaksin og arbeiðir við skíggja, so skal tín skíggjanýtsla verða minni og lægri enn 120 minuttir um dagin. Tað sigur Fólkaheilsuráðið. Vóni, at tey hava tosað við fakfeløg og arbeiðspláss, so tað almenna avmarkar skíggjanýtsluna, avgreiðslur og tænastuveitingar samsvarandi. Lukkutíð sigur kanadiska Sheri Madigan, at skermnýtsla er eitt ”Quantity versus Quality issue."  Hyggasíggj.  Hatta var gott at hoyra.  Tá blaðar ein okkara upp á Orðafelli á skíggjanum, og lesur yvir stóra sjálvtøkuborðinum í matstovuni: "Eldur er góður vinur, men ringur fíggindi".  Nú fór mín skermtíð. Vóru tað Holland ella Niðurlond sum vunnu? Um vikuskiftið varð heimsmeistarkappingin í kvinnuhondbólti avgreidd í Kumamoto í Japan. Av Norðurlondum kom Noreg longst, norsku kvinnurnar spældu seg í hálvfinaluna, men eftir finaludystin millum Spania og Niðurlond, vunnu niðurlendsku kvinnurnar á teim sponsku við 30 málum móti 29. Hetta er fyrstu ferð at niðurlendsku kvinnurnar vinna heimsmeistarakappingina í hondbólti. Jú, soleiðis kallaði liðið seg sjálvt, Nederlandse damesteam, umboðað av Nederlands Handbal Verbond, tá tey møttu á vøllinum í Japan. Sum amen í kirkjuni kundi eg leita navnið fram í donskum og íslendskum ítróttamiðlum, har tey konsekvent siga og skriva Holland, og so í føroyskum miðlum, har tey nú eru vorðin so liberalt fevnandi, at tey ikki bara hava flutt seg frá eintýðuga landanavninum Niðurlond, sum var galdandi í 2014, til fimm ár seinni at brúka øll trý nøvnini Háland, Holland og Niðurlond. So kunnu vit sjálvi velja. Kanska er orsøk til at vera so fevnandi í júst hesum føri. Vit hava tøtt sambond tann vegin, bæði kaparafornisk og nútíðarlig, sum kapra róman av heimligu fiskivinnuni, rómakaprarar, sum kundi verið ársins orð.  Eitt sindur løgið, tá vit síggja, at týska siðvenjan - sum sigst vera so sterk, at hon ávirkar hina donsku, sum so aftur ávirkar hina munin veikaru smáføroysku - er at siga og skriva die Niederlande.  Kanska er anarkistiska málið so livandi í øllum heimsins londum, at málráð ikki nýtast longur at geva ymsu tjóðunum staðbundin ráð um, hvussu vit skulu siga og stava nøvnini á øðrum londum. Tað kann fólksins dómur gera av.  Tí fólkið, tað eru ikki bara vit og ítróttapressan. Tað er tað, alt snýr seg um. Fólkið.  Niðanfyri er eitt føroyskt flutningsfelag, sum eg hvønn morgun gangi framvið, og sum á enskum máli minnir okkum á júst hetta, og so niðriundir eitt niðurlendskt rómakaprarafelag. Hvørjar kvinnur so vinna ella tapa heimsmeistarakappingina í hondbólti nú ella seinni, so kunnu vit í hvussu er staðfesta, at tað er fólkið tað snýr seg um, føroyska fólkið og hálendska, hollendska ella niðurlendska fólkið. Tað er tað, tað snýr seg um og einki annað. It's all about the people. Tað er so í hvussu er semja um, landanna millum. Innbjóðandi funktionalitetur Regin Marnersson, skúlastjóri, bjóðar kaffi og greiðir frá um búmerkið, sum ímyndar nýggja Skúlan á Fløtum. EYA, tað er Eyðun Eliasen arkitektur, hevur sniðgivið búmerkið, sum er ein samanrenning av tí, skúlin stendur fyri. Fýrkanturin í miðuni er kjarnin; mentanin og grundarlagið undir skúlanum. Loddrætta flatan; klassiska og talgilda talvan, tann vatnrætta er skúlaborðið, blokkurin og teldilin. Næmingar og lærarin skapa ein ring, ið ímyndar felagsskapin og samstarvið, sum skúlaumhvørvið fevnir um. Ymsu litirnir vísa á ymiskleika og einstaka næmingin, sum er partur av felagsskapinum. Og tó, fleiri skap eru í búmerkinum. Samlaða skapið líkist summarfugli og vísir næmingin, sum búnast og mennist, frá tí degi hann kemur í skúla, til hann er liðugur og klárur at fara egnar leiðir.    Ikki bara í Havn, men í øllum Føroyum er Skúlin á Fløtum í løtuni hin størsti fólkaskúlin. Og hevur tú hug at fortapa teg í arkitekturi, so ert tú komin á rætta stað. Á Fløtum kanst tú leggja teg skerflatan at kanna funktionellan brúksarkitektur. Umframt grafiska samleikan, búmerki og skelti, hevur EYA arkitektur staðið fyri øllum innbúgvi. Vit eru í vestara útjaðaranum av Havnini, næsti granni er rundi miðnámsskúlin, Glasir, niðanfyri eru íbúðarbygningar hjá Jóan Peturi Vang í gerð, og oman móti býnum er nýggi Musikkskúlin. Gøtunøvnini eru Hans Andriasar gøta og Janusargøta. Alt samalt nýhugsaðir arkitektoniskir formar, rundir eins og kantutir, at skapa menniskjansligan aktivitet í.  “Fyri at røkka vakra útsýninum lyftur bygningurin seg upp úr fløtuni, eitt reint skap, við skørpum linjum,” siga Selmar Nielsen Arkitektar um skúlan. Tá eg á heimasíðuni hjá arkitektunum kann lesa víðari, at Skúlin á Fløtum er “ein roynd at fáa byggilistina og námsfrøðina at ganga hond í hond”, kann eg ikki bara mær at hugsa fyrst heilt stutta tíð aftureftir, tá hetta øki í Havn var eitt sjáldsama óruddiligt og ódefinerað klondike, sum nú hevur fingið ein greitt konstrueraðan Landaveg beint gjøgnum lendið og til skúladyrnar. Og síðan ganga tankarnir, tað er jólatíð og stundir til heilsanir, aftir til teir dagar, tá eg sjálvur gekk í Studentaskúlanum í Hoydølum, hesum sjáldsama afturhorvandi lærdómspalassi, sum fólk í rámasta álvara enn hálova, og sum eg ikki skilji petti av, hálovanini. Mín flokkur helt til í eini garderobu á niðastu hædd. Men borið saman við eksakta og óreflektiva lærdóminum, ið skuldi potast niður í okkara tá so ljósu høvd, hevði arkitektoniski viðfáningurin ongan týdning, alt meðan gólvið í bókasavninum hoknaði. Og ikki er tað sørt, at tann bygningurin, ið er ein fysisk háðan móti allari andsins kraft, er meinlíkur við skúlar, ið vórðu bygdir sum fongsulsfasadur í stórum bygdum kring landið fyri hálvari øld síðan. Eg vendi aftur til lyklasetningin hjá nútíðararkitektunum: "bygningurin er ein roynd at fáa byggilistina og námsfrøðina at ganga hond í hond." Heureka - eg havi funnið eitt lærdómstempul í Havn í tjúgutjúgu! Á heimasíðuni hjá Selmar Nielsen Arkitektum verður undir yvirskriftini Skúlar og stovnar sagt, at “Vitan og menning er okkara týdningarmesta tilfeingi. Tí er lærdómur ein týðandi partur av okkara samfelagi. At skapa teir bestu arkitektonisku karmarnar til undirvísing, síggja vit sum ein av okkara fremstu uppgávum.” Eg eri so fulkomuliga samdur, nú eg eftir eini løtu gangi gjøgnum skúlan. Kann vera, at stovnurar eru smáar, men úti- og felagsarealið er stórt og innbjóðandi og allastaðni hugsað við næminginum í miðdeplinum. Og á lærarustovuni eru onnur enn bara lærarar sloppin framat. Tann tankin tiltalar meg, at fakøkið í fólkaskúlanum verður minni nágreint eftir hvørjum fakfelag tú ert í. Kantuti skúlin við teim skørpu linjunum er settur saman av sjey oyggjum, ið hava eitt stórt felagsøki. Innkomin eru tað tey forskotnu planini, organiska tilfarið upp móti tí óorganiska, góða inniljóðið og bjarta dagsljósið, ið fyrst skapa ljómin av rúmi. Síðan eru tað eyðsýndir funktionalitetir, sum at sita einsamallur ella tveyeini í friðarligum klivum, sum sat tú í toki, einum vísdómstoki, har tú sjálvur ert ferðandi á avmáldum teinum, sum skilvísi konduktørurin hevur givið tær námsferðaseðil til, ein tein í senn, júst sum í inter-rail døgunum. Umframt Jón Sonna Joensen er Edward Fuglø sloppin at myndprýða bygningin. Eg vil heldur siga at baða, sum í at tváa og vaska, innandura umhvørvið við reflekterandi instalatiónum, ið appelera til flogvitið, bókaormin og lesihestin. Greiðari kann ein skúli ikki úttrykkja seg, spyrt tú meg. Heureka - hetta er tað. Spell, at man ikki slapp at ganga í skúla her. Men tað er aftur sum í søguni hjá svenska Stig Dagerman í eftirkrígstíðini “Att döda et barn”, sum vit lósu í níggjunda flokki í donskum: Aftaná er alt ov seint. So náðileys er tíðin. Hetta var ein góður bygningur at vitja fyri jól. Hetta er eisini tann skúli, eg mest sakni, at eg ongantíð gekk í. Til lukku Tórshavnar kommuna, arkitektar, starvsfólk og næmingar við hesum skúla! Ársins orð Hóast bæði morgunsendingin hjá Útvarpinum og onkuntíð eisini Fólkaheilsuráðið gera sítt ýtarsta hvønn gudsskapta morgun at sjabbast um Facebook, og tala fólk frá at brúka sosialar miðlar, so samdist ein dómsnevnd í morgun kortini um, at ársins orð er sammóðir. Í fjarstøðu við samskiftistøkni. Frálíkt val, tí tað er eitt nýkomið orð, sum er sprottið úr samfelagsliga veruleikanum, ið hevur ávirkað politisku skipanina, sum hevur fingið kroyst henda veruleika inn á seg, hóast einstakir maktpolitikarar hava mótmælt, og gera tað enn, við gudiligum undanførslum. Men Málráðið hevur ikki dagført heimasíðuna síðan í fjør, tá sóttarhald var ársins orð. Og kanska skal okkara alra talgilda orðabók eisini dagførast alla tíðina, so annað enn sambróðir er at finna í orðsmíðaða patriarkatinum. Tað er ikki bara at biða lova sær. Hinvegin, leitar tú í frágreiðingini, nummar tvey ovast til høgru, so finnur tú eina danska, tvær enskar og eisini tvær týskar tilvísingar: "medmor", "co-mother" og "co-motherhood", og "Mittmutter" og "Mittmutterschaft". Frálík tænasta! Bestu filmar í 2019 Sjálvdan hava so nógvir filmar verið tøkir og møguligir at síggja sum í ár. Úrvalið í lokala biografinum, Havnar Bio, arthausfilmarnir í Filmsfelagnum í sama staði og so Netflix, kunnu á fyrsta sinni sigast at hava nøktað tørvin hjá tí mest frenetiska og lidinskapiliga cineastinum, óansæð aldur, kyn, útbúgving og aðrar preferansur. Her er alt til av nýggjum filmi, sum skapar kjak úti í heimi, og saknast okkurt, ja so kann tað skjótt skaffast frá veitarum, sum til dømis Camera Film í Danmark og Mer Film í Noregi. Filmur, sum fyrr var bundin av óteljandi avmarkingum, so sum ovurhonds dýrum flutningi til útjaðaralandið Føroyar, er nú vorðin mobilur, kann flytast um landamørk og takast niður eftir lítlari løtu, bara loyvini og sambondini eru í lagi. So eru vit har, mitt í filminum. Og so er at taka støðu til, hvat ein góður filmur er, og hvat, ið ger en film góðan. Mítt krav til hesar filmar, eg her havi valt úr rúgvuni í ár, er fyrst og fremst at teir eru nýggir, at teir hava verið vístir herheima í ár, og at teir onkursvegna eru neyðugir í einum vanligum filmskjaki, tí teir definera filmsmiðilin sum listagrein, savna fólk í biografinum, og aldrin horva afturá og bliva sjálvfeitir og líkasælir. Nýggir og hugtakandi, kundi verið luftigu lyklaorðini fyri teir filmar, mær dámdi best at síggja í undanfarna ári. Filmarnir eg havi valt eru allir úr skránni hjá Filmsfelagnum, sum í ár vísti 32 spildurnýggjar filmar , sum savnaðu heilt fitt av fólk í Havnar Bio, sum er heimabiografurin hjá Filmsfelagnum. Besti filmur mær dámdi í undanfarna ári var Transit hjá altíð spennandi týska leikstjóranum Christian Petzold. Filmurin var ein rebus, sum í ymsum tíðum og uttan at skifta tíðartapet, vísti flýggjandi flóttan, sum altíð er okkara millum, og ikki bara er eitt úrslit av náðileysari nazismu undir konsentreraða krígnum fyri 75 árum síðan og sum vit langt síðan hava lagt lok á. Nei, hann er tíðarleysur, flóttin. Er altíð har, og krevur okkara uppmerksemi. Ein avbjóðandi filmur, sum er so týdningarmikil í Nútíðarevropa, sum eingin annar, og sum júst tí liggur leingi á. Næstbesti filmur í ár var norski Út at stjala ross , sum Hans Petter Moland leikstjórnaði eftir kendu skaldsøguni, sum eisini er týdd til føroyskt, og arbeiðir við ymsum tíðarløgum, samtíð og tátíð. Fotograferingin, rúmljóðið og tónleikurin vóru so opinberandi hugtakandi í Havnar Bio, at hesir tríggir reint tøkniligu tættir gjørdust livandi og kundu metast sum sjálvstøðug leikaraavrik. Trongt er at draga filmar í ár fram um aðrar, so góðir hava teir verið, men upp á eitt triðja biograffilmspláss má eg draga nýggjasta og sjónliga sjálvævisøguliga filmin hjá spanska litmeistaranum Almodóvar Pína og heiður . Og her er uppaftur ein filmur, sum er fortaldur í ymsum tíðarløgum og letur hendingar gjøgnum tíðina knýta nýggjar søgur og skapa eina hugtakandi framdrift og samstundis laga karmar fyri nýggjari fatan, so tú fert ríkaður út úr litfagra biografmyrkrinum. Á fjórða pláss seti eg filmin hjá lutfalsliga ókenda Rupert Goold um sang- og filmstjørnuna Judy Garland Judy . Nógvir filmar um sangstjørnur hava verið frammi seinastu árini, kanska alt ov nógvir, og hetta slag av filmi, antin teir eru strangir heimildarfilmar ella fríari fiktiónsfilmar, ið byggja á eina givna ævisøgu, sum Amy Winehouse og Bjørn Afzelius, hava verið tað slag av filmi, sum seinastu 6 árini hava savnað nógv flest fólk fyri hvørja syning bæði í Filmsfelagnum og í Havnar Bio. Afturkomna stjørnan í spælifilminum Judy er avgjørt Renée Zellweger, og so er tað írska Jessie Buckley, ið er umboðskvinna og fixari, seinastu árini í lívinum hjá Judy, meðan hon er í London og alt rennir út, eisini lívsmegin og evnini at halda í veruleikanum, tá barnaminnini úr Hollywood treingja seg á. Jessie sóu vit eisini í Beast av oynni Jersey og skjótt verður hon sjálv stjørnan í Glasgow country filminum Wild Rose , ein stjørna at leggja merki til er hon. Judy er mest nemandi ævisøguligi tónleikafilmur av fiktiónsslagnum eg havi sæð í mong ár. Føroyskir heimildarfilmar hava í ár funnið nýggjar pallar, sum hava givið smalum heimildarfilmi nýtt og munin breiðari lív í biografi. Í hesum høpi havi eg hug at nevna Verkir hjá systrunum Karinu og Theresu Jákupsdøtur, og so drúgva heimildarfilmin hjá útvarpsmanninum Súna Merkistein Eg reið mær avstað . Tað eru óbetaliligar løtur at síggja og hoyra heimligar filmar sum hesar báðar mitt í eini fólkamongd, sum livir við í sagdu søguni. Lívsjáttandi og heimliga nærverandi í báðum førum. Tú fært innlit í partar av okkara egnu søgu, sum tú ikki ánaði vóru til. Framúr. Tveir filmar, sum báðir svinga millum tað mjúkt nemandi og harðliga ágangandi, annar um ein mann og hin um eina kvinnu, eru hin íslendski Hvítur, hvítur dagur (Hlynur Pálmason) og hin danski Drotningin (May el-Toukhy), sum sló øll met og vann norðurlendsku Filmsvirðislønina. Íslendski mannfólkafilmurin er um at berja seg gjøgnum sorg eftir at hava mist makan, og danski kvinnufilmurin, ja hann er allan vegin eitt kvinnuavrik, er um at útinna makt í ytsta potensi. Skakandi filmar á hvør sín hátt, hesar báðar norðurlendsku frumkendu søgur, ið brúka náttúruna sum baktjald fyri tí sagda. Ikki minni skakandi var amerikanski stórbýar-mannfólkafilmurin Joker , sum Havnar Bio vísti, og sum í sjálvum sær var eitt aftursvar til gamla Taxi Driver , ið flestu aldrandi menn enn hava sum all time favoritt film. Aldrandi Ken Loach hevur ofta verið frammi í Filmsfelagnum, ja heilt aftur í 80'unum og longur, tá vit vístu Kes og aðrar perlur, og síðst tá vit vístu hin harmdarrandi I, Daniel Blake saman við Arbeiðsloysisskipanini. Fyrsti filmur í jólamánaðinum í ár var hin sosialrealistiski, ið leggur seg afturat rúgvuni við týdningarmiklum arbeiðarafilmum úr einum menniskjafíggindaligum Nútíðarbretlandi við gig-búskapi fyri lægstu stættina, ið eins væl kundi verið úr okkara egna býi, Havnini, har fæloysingar leita eftir bústaði, men hava ikki ráðini til nakað. Sanniliga, einki kann sum ein Ken Loach filmur mobilisera arbeiðarastættina og tey, sum er enn lægri á stiganum í kapitalistiska samfelagnum. Enn ein týdningarmikil filmur at vísa og at síggja. Sjáldsama týdningarmikil var libanesiski filmurin Kapernaum (Nadine Labaki), um drongin, sum fór í rættin við foreldrunum, og stevndi tey fyri at hava sett hann í verðina, so ólivilig var tilveran hjá honum og øllum, ið komu á hansara leið. Verðin vaks í biografinum, tá Filmsfelagið tendraði fyri hesi skakandi søgu, sum ikki hevur sín líka í allari filmsøguni, tað eg veit. Tríggir filmar, eg vil nevna at enda úr rúgvusmiklu skránni hjá Filmsfelagnum í ár, eru hin danski Før frosten tá høvuðsleikarin Jesper Christenen var til staðar og greiddi frá í sambandi við skeið, sum Filmshúsið skipaði fyri; ævisøguligi filmurin um litríkasta og helst fremsta myndlistamann í søguni Van Gogh - At Eternity's Gate og pólski  Cold War , sum báðir sýndu hugtakandi myndlist á filmi, mitt í Havn, mitt í biografinum, mitt í myrkrinum, mitt millum øll onnur, ið elska film. Eitt gott ár við nógvum og góðum filmi er komið at enda, og enn týdningarmiklari filmar daga longu í havsbrúnni, fyrst og fremst hin norski Disco , sum eg haldi uppá fer at verða hin týdningarmesti nútíðarfilmur at seta á skrá í Føroyum. Armslongd er ársins orð Tala, armi tænari tín hoyrir (Spielberg, E.T. 1982)  Nøkur ár herfyri spurdi Mentamálaráðið um eg kundi traðka til, og verða annar av tveimum filmsráðgevum, sum skuldu taka dagar ímillum, hvør føroyingur skuldi fáa stuðul til egna filmsgerð, og hvør ikki skuldi fáa, tær báðu ferðirnar, søkjast kundi um stuðul.  Tann, sum eg skuldi avloysa, var sjálvur farin at gera film.  Fyri ikki at seta armslongdarprinsippið til viks og samstundis lata nepotismu sigla langt út í havsbrúnna, skal nýtt fólk traðka til beinanvegin, tá tílíkt hendir.  Eftir at hava kjakast um hetta og uppgávuna og prinsippini fyri at fáa almennan stuðul úr Mentamálaráðnum til filmsgerð, játtaði eg at taka við, nú ein filmsráðgevi manglaði.  Ikki tí, lønin var eingin, men vit fingu fundarpening.  Eftir hvørt umfar, har vit bæði høvdu gjørt av, hvør skuldu fáa nakað, alt ella einki, møttu vit einum stýrisbólki. Stýrisbólkurin legði stóran dent á at tey arbeiddu con amore, tilkallaði av gleði, og fyri onga løn, tí hetta var ein viktig uppgáva, sum nú var í startfasuni.  Jú, jú vit kundu ikki siga okkum at vera ósamd, tí hetta var nýggjasta listagrein, sum nú fór av bakkastokki í Føroyum.  Knógvandi henda nýggja og nýpussaða veldissprota átók eg mær uppgávuna til skeiðið hjá ráðgevanum var úti.  Vit gingu gjøgnum umsóknirnar, summar fáaorðaðar og aðrar upp í leypar við fult útskrivaðum handritum og tekniskum frágreiðingum, ið tóku dagar at lesa.  So hvørt boðini vórðu send út, skuldu vit eisini møta nøgdum og minni nøgdum umsøkjarum og siga frá, hvussu skaffin umsóknin var, og um hon kundi betrast til næsta umfar. Alt samalt uttan at vera í starvi í húsinum, sum átti pengarnar. Gamaní fingu vit aftur her samsýning fyri ein fund.  Tá vit bæði høvdu viðmælt ella frámælt at lata stuðul, vórðu okkara boð løgd til landstýrisfólkið, sum tá var ein kvinna. Eg spurdi, um vit ikki brutu armslongdarprinsippið við at gera so. Nei, var svarið. Soleiðis gera vit her í húsinum. Okay, hugsaði eg, so eru vit trý, eg sjálvur, tú sum fyrisitari og landstýrisfólkið, sum øll bróta armslongdarprinsippið. Trý armslongdarprippsbrot.  Lukkutíð vórðu vit aldri ósamd við landstýriskvinnuna, men virdu hvørt annað og ta uppgávu, vit tá vórðu sett til at loysa.  Lítandi aftur á hesar farnu og harmleysu dagar við almennum fyrisitingararbeiði á filmsøkinum við nýfunnum almannapengum, er tað ikki sørt, at eg stúrsi við, tá eitt annað landstýrisfólk traðkar í karakter, og í praksis vísir, at skipanin ikki er sterkari enn ráðharrin sjálvur, sum umsitur hana. Skipanin ER hann, tí ráðharrin EIGUR hana og hevur salderingsábyrgd fyri henni.  Armslongdarprinsipp er slettis ikki til, hvørki knæsett ella gingin nøkrum til høvdið tíansheldur til handa. Her ER einki armslongdarprinsipp. Tað er ein táta, tá sagt hevur verið, at “man” arbeiðir eftir armslongdarprinsippinum.  Landstýrismaðurin ger púra beint og er á rættari leið, tá hann sjálvur tekur dagar ímillum útreiðslur á egnum øki. Misgerðin er, at Mentamálaráðið øll hesi árini hevur latið okkum, sum hava eitt sindur av áhuga fyri fakligari stýring og stuðli av list og mentan í almenna rúminum, havt tað fatan, at alt verður útint í glorifiseraða ljósinum av The Arm's length principle, armslongdarprinsippinum, ið OECD hevur sett á skrá, at forða fyri avtalaðum prísum, skeiklaðum sáttmálum, fjaldari nepotismu og korruptión og øðrum manipulativum avtalum og átøkum, ið ikki tola dagsins ljós í PISA londum, sum sami felagsskapur eisini hevur upptonkt. Ársins orð eigur tí at verða armslongd. Tí tað duga vit ikki at handfara, armslongdina. Kanska duga vit at leggja arm og taka sjómanstak, men armslongdarprinsippið hevur ikki innivist í umsiting av føroyskum filmsstuðli.  Tað bæði undrar og harmar meg.  Tí hvussu man tað so vera, har nógv fleiri pengar eru í umfari, enn hesir armu nýkomnu pengar til spírandi føroysku filmsvinnuna? Adam verður til (Michelangelo 1512) Jólatrøini eru ikki altíð so vøkur Eitt jólatræ er ímyndin av jólum, friði, samstarvi og hugna, nú árið rennur út, og øll skulu vísa, hvat kom burturúr. Í Havn er tað kommunan, sum tendrar træið á Vaglinum, og fær okkum at savnast um tað við sangi og røðum undir brandstiganum, har jólamaðurin stendur á ovasta stigi og festir í alla herligheitina. Upprunaliga vóru tað Norrønu feløgini, sum eftir fyrra verðaladarbardaga settu sær fyri at skapa frið í okkara parti av heiminum gjøgnum vinabýir, ið samstarvaðu við kommunustýrið og so eisini persónliga gjøgnum fólksligu Norrønu feløgini.  Tá kom jólatræið í Havn úr vinabýnum Birkerød, sum nú eitir Rudersdal kommuna, hóast vit neyvan hava gloymt V4 táttin um danska træið úr Birkerød. Hinir vinabýirnir eru Asker í Noregi, Eslöv í Svøríki, Jakobstad í Finnlandi og Garðabær í Íslandi.  Vinabýarsamstarvið, sum eisini er úti í stóru verð og á enskum verður kallað Twin Cities, er til enn, men Havnin er farin úr gamla samstarvinum. Í staðin hevur hon tikið upp samstarv við norðurlendsku høvuðsstaðirnar. Í ár var tað nýggjunda ferð, at eitt jólatræ úr Reykjavík varð tendrað á Vaglinum.  Síðan krígslok hevur norski høvuðsstaðurin, Oslo, sent eitt gávutræ úr granni til bretska høvuðsstaðin, London, til minnis um tað góða samstarv, sum var undir krígnum. Síðan 1947 hevur gamla og - oftast - vælvaksna norska jólatræið verði sett á Trafalgar Square, sum er mitt í býnum. Í ár hevur Londonbúgvin fýlst á, at træið er so ljótt. Tey vilja hava eitt annað træ. Í London hevur jólatræið egna twitter kontu, har fólk kjakast um træið, sum verður sett við síðuna av eini ímynd av jødisku Hannukah høgtíðini. Øll vilja hava sítt. Hetta við ónøgd um jólatræið er ikki ókent á okkara leiðum heldur. Somu atfinningar hava verið í Havn, tá træið ikki hevur staðið mát til tær vónir, vit hesa ársins tíð knýta at jólum, ársskiftinum og hvussu skarst, innan ársfrágreiðingarnar koma.  Í Facebook bólkinum ”Bara gamlar Havnarmyndir” er jólakortið omanfyri komið fram. Postmenn siga, at kortið hevur verið í brúki heilt til 1967, hóast myndin er nógv eldri, ja helst eldri enn 1963, tá nýggja Ebenezer varð tikið í brúk. Á myndini sæst gamla Ebenezer, sum nú er Berøa í Runavík, fyri endanum á gøtuni. Tað er Ásmundur Poulsen, ið hevur tikið myndina av jólatrænum á Vaglinum hetta árið. Her er fútabannaða samrøðan Erikur Lindenskov skrivar á in.fo í dag, at hetta er tað, sum Kringvarpið vegna fútabann ikki sleppur at fortelja um Huawei, men sum hann kortini kann endurgeva úr danska blaðnum Berlingske, sum í dag hevur kunngjørt útskrift av samrøðuni, sum Kringvarpið av tilvild fekk upp á band hin 15. november í ár, tá Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, og Herálvur Joensen, aðalstjóri, samskiftu um Huawei og hóttanina frá kinesiska sendiharranum í Danmark, Feng Tie. »Herálvur: Segði eg tær, at kinesararnir vóru her? Helgi: Ja, teir skuldu koma Herálvur: Teir høvdu fund við Jenis tíðliga um morgunini, tí Jenis skuldi av landinum. Og við Bárð og Jørgen. Hann hevði beinleiðis knýtt málini saman. Altso, um... um Føroya Tele undirskrivaði avtalu við Huawei, so stóðu allar dyr opnar fyri fríhandilsavtalu við Kina. Helgi: Okey Herálvur: Men Bárður hevði verið rættiliga kategoriskur og hevði sagt, at vit ikki kunnu blanda... at vit ongantíð blanda okkum í tílíkt. Vit ætla ikki at blanda okkum í hetta her. Helgi: Okey Herálvur: Og eg skilti tað soleiðis, at tá tann kinesiski sendiharrin tók samanum, so hevði hann sagt, at um tað ikki bleiv hetta, so verður heldur eingin fríhandilsavtala. Helgi: Okey Herálvur: Samstundis skilji eg av øllum frá teimum í uttanríkistænastuni, at Verjumálaráðið, og kanska Forsætismálaráðið, hava latið skilt, at tað nokk var best, um vit ikki valdu kinesararnar.« Týðing: Eirikur Lindenskov Giti fyri vist, heilt vist, at henda samrøðan verður fastur partur í teim jólafrokostum, sum eftir eru í ár. Eftir jólaseyði Í dag kom Sigfríður við árliga jólaseyðinum, trý veðurlambskrov. Av onkrari orsøk minnist eg hesa árins tíð, altíð eina gamla yvirskrift: "Eftir jólaseyði", uttan at hava hóming fyri hví. Fór í ár at leita, hvaðani hon stavar, og fann heitið í eini skúlabók hjá Mariusi Johannesen frá 1954. Heitið er Skrivligt føroyskt og bókin er ætlað sætta og sjeynda flokki at arbeiða við í móðurmálsundirvísingini í tátíðarsamfelagnum. Hvør einstakur tekstur, ella tími, er ætlaður at verða brúktur í einum undirvísingartíma. Hetta er ein sonevndur frásagnarstílur: Í eini revideraðari útgávu, sum eg finni á Google Books, eru 88 tímar. Stuttligt úrval, sum byrjar við at definera tíð. Í roynd og veru er tað við aldrinum, at gamlar bøkur blíva góðar og hugvekjandi at blaða í, púra uttan myndir og sans fyri grafikki. Fyrr og í samtíðini vóru tær knapt so góðar. Hvar aktuelli jólaseyðurin av Eiði hevur gingið, sæst á niðru myndini. Tað er millum áirnar, sum eru millum Svínabotn og Slætnabrúnna. Hetland eigur ein av vakrastu biografum Meðan koronastongsil er, hevur bretska tíðarritið TimeOut, sum byrjaði í London í 1968, og nú er um allan heim, kosið 50 teir vakrastu biografarnar í heiminum. Nummar 26 á listanum er biografurin Mareel í Lerwick í Hetlandi. Umframt at vera hin norðasti í Bretlandi, er Mareel eisini næstur okkum, tá talan er um vakrastu biografar í verðini, sambært TimeOut. Mareel er eitt fleirfunktionelt mentanarhús, sum læt upp á havnarlagnum í Lerwick í 2012. Íleggjarar vóru Shetland Islands Council, European Regional Development Fund, Scottish Arts Council lottery fund, Highlands and Islands Enterprise, Shetland Development Trust og the Gannochy Trust. Gamli biografurin í Hetlandi, The North Star, læt aftur í 1989, men helt fram sum tónleikastaður. Einasti norðurlendski biografurin á listanum hjá TimeOut yvir teir vakrastu í heiminum, er danski Grand biografurin í Mikkel Bryggersgade mitt í Keypmannahavn. Hesin klassiski biografur, sum er frá 1913 og harvið javngamal við The North Star, rekur eisini Camera Film, ið leigar arthouse filmar til biografar, millum annað Filmsfelagið í Havn. Undir koronastongsilinum hevur Grand biografurin sett ferð á stroymingartænastuna Grand Hjemmebio, ið bjóðar fleiri av filmunum, sum Filmsfelagið fyrr hevur víst. Føroyar eru millum fáu londini, har fólk sleppa at ganga í biograf, treytað av at almennu tilmælini verða fylgd. Fríhildnir sessir eru lagdir inn í atgongumerkjaskipanina hjá Havnar Bio, so fremmand fólk ikki sita saman.  Men verri er at fáa fatur á nýggjum filmum, sum til dømis James Bond, ið støðugt verður útsettur, til marknaðurin aftur er normalur. Tað merkir, at allir filmsútleigarar hava latið aftur, so eingin filmur fæst á vanligan hátt. Tí hevur Filmsfelagið saman við Havnar Bio roynt at fingið fatur á gomlum klassikarum, sum The Shining hjá Stanley Kubrick. Hóast filmurin er frá 1980 varð útselt til sýningina, sum Sámal Soll innleiddi.  Nú fer Filmsfelagið at frumsýna nýggja heimildarfilmin um Ingálv av Reyni Ferðin inn í tað ókenda, sum Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen hava gjørt, og sum Kringvarp Føroya aftaná fer at vísa í tveimum pørtum. Meðan aktuella koronastøðan er galdandi, fara Filmsfelagið og Havnar Bio at finna spennandi filmsklassikarar at vísa føroyskum biografgangarum, sum eru ein kræsin, men trúfastur skari av filmshugaðum fólki, ið felagið roynir at hjúkla um. Floral Fireworks Floral Fireworks er heitið á trælistaverkinum hjá Joel Cole, sum straks fangar mín áhuga í Müllers Pakkhúsi, har hann fyrireikar framsýningina Gróðursettur - Tilflytarasøgur. Trælistaverkið er eitt av seks myndaevnum á nýggjum frímerkjum, sum Frímerkjadeildin hjá Posta gevur út í dag við enska heitinum Transplanted - Immigrant Stories.  Á framsýningini eri 81 listaverk, skurðmyndir, ið eru evnaðar til í Føroyum úr viði frá fyrra heimstaðnum hjá listamanninum, Shakopee í Minnesota, og settar á føroyskt basalt.  Í dag býr listamaðurin í Saltnesi.  Framsýningin, sum er skipað í tíggju temu, letur upp leygardagin 20. februar kl 19 við talum, tónleiki og onkrum góðum til góman. Eftir hetta er opið hvønn dag kl 14-18 fram til 5. mars.  - Tað at flyta heimanífrá og at búseta seg aðrastaðni, er nakað, sum øll menniskju kenna til. Hetta er tað, sum myndahøggarin Joel Cole, ein føroyskur amerikumaður, heiðrar í hesum frímerkjaarki, sigur Frímerkjadeildin hjá Posta í tíðindaskrivi á útgávudegnum. Umframt Floral Fireworks, eru hini poetisku heitini Casual Alien, In My Father's Footsteps, Round My Edges, Thorn og Full Circle. Frímerkini fáast sum stemplaðir fyrstadagsbjálvar, smáark og plakat. Og tá eg í mong ár havi havt til vana at leitað á netinum eftir góðum faktateksti um føroysk listafólk og føroyskar hendingar og fyribrigdi, so má eg enn einaferð sanna, at Frímerkjadeildin hjá Posta helst er besta føroyska mið yvirhøvur, tá um tekst ræður. Í tekstinum um nýggju frímerkini verður sagt í dag, at í hesum smáarkinum við seks frímerkjum heiðrar Cole sjálva upplivingina av at flyta, bæði sum eitt alheimsligt fyribrigdi í søgu menniskjans, men eisini grundað á sína egnu persónligu søgu.  - Tá hann arbeiðir við træi, sum er felt í hansara heimstáti, Minnesota, brúkar Cole orð og vendingar, sum verða brúktar innan skógrøkt, tá hann sipar til gongdina í tilflytingini: at takast upp við rót, at umplantast, at formast, at følna, at vaksa, at trívast og at blóma. Sjálv tilgongdin, tá hann heystar upprunatilfarið, hevur týdning fyri verkini hjá Cole. Hann vaks upp ikki langt frá Missisippi-ánni í býnum Shakopee, ið hevur fingið navn eftir grein av Dakota-ættarbólkinum. Tætt við bratta áarbakkan veksur mongd av gomlum leyvtrøum, m.a. sukurahorn og valnøtutrø. Har finnur hann við, t.d. trø, sum eru brotnað ella eru í endanum av teirra livitíð. Hesi brúkar hann sum tilfar til verkini. Í hesi røðini hevur hann eisini brúkt rátt, skorið og pussað føroyskt basalt - eitt steinslag, ið er eitt av høvuðstilfarinum, sum hesar oyggjar í Atlantshavi eru gjørdar av. Hvør skurðmynd stendur á einum støði av hesum gamla tilfari. Fyri Cole gevur hesin viðurin afturljóð í hansara egnu søgu. Hann hevur ferðast langt heimanífrá og er umskapaður av ferðini.  - Rørdur av síni egnu uppliving sum tilflytari og sínum takksemi fyri ta gávu, ið hansara ættleidda land hevur givið honum, hevur Cole skapt hesa røðina av skurðmyndum fyri at fagna umplantingini og gróðursetanini, ævintýrinum og spenninginum, sakninum, umskapanini og gleðini við at laga seg til og ættleiða eitt nýtt heimland. Ein innbjóðandi organisk framsýning, sum fer um Atlantshav, Atlantic Crossing, fyri at brúka eitt aktuelt norsk filmsheiti, sum eg vil viðmæla fyri hugtakandi tilfarið og óvæntaðu samansetingarnar, so sum føroyskir gittarstreingir, at halda konstruktiónum saman og skapa ein ráan struktur í tí mjúkt slípaða tilfarinum, sum Joel Cole arbeiðir við í Barakk 28 í Mjørkadali saman við innsettum. Eisini fyri jól, tá hann var fyri tí óhappi at missa tveir fingrar, tá hann arbeiddi við borðsag saman við einum fanga, ið against all odds fekk hjálp til blóðdálkaða ólukkustaðin, meðan øll hini fundaðust og einki hoyrdu. Kann lættliga hugsa mær, at hesin verður kosin ársins fyrstuhjálpari. Áarstova er eitt greitt konsept - Tá ið tað snýr seg um at branda og marknaðarføra eina matstovu, er tað sera umráðandi, at matstovan hevur eitt greitt og týðiligt konsept, sigur Ann Krista í Dali, til vinstru við gluggan í Áarstovu. Hinir eru verturin og matstovuleiðarin, John Mikkelsen, og samskiparin og íverksetarin, Johan Mortensen, sum báðir hava umsitið Gastronomiska Kalendaran Heima í Havn síðan 2011. - Tað skal ikki vera nakar ivi um, hvat fyri slag av matstovu, talan er um. Tá er tað bæði stuttligari og lættari at marknaðarføra hana, sigur Ann Krista, ið nýliga er byrjað sum Digital Marketing Manager hjá samtakinum Gist & Vist, ið eigur fleiri matstovur og hotell, fyrst og fremst í Havn. Av matstovugestum, koma teir allarflestu í Áarstovu, sum leingi hevur verið ovast á listanum hjá Tripadvisor yvir matstovur í høvuðsstaðnum. Vit eru møtt í Áarstovu, har Jógvan Winther Poulsen, kokkanæmingur, Svein Krogh Johansen, kokkur, John Mikkelsen, vertur, og Ann Krista í Dali, talgildur marknaðarleiðari, vísa fram nýggja køkin, og síðan kunngerða 9 av tiltøkunum, sum eru á gastronomiska kalendaranum í ár. Fyrst fyri er fermenteraði smakkurin, sum fínkaður fæst úr parlagnum millum ræsta føroyska køkin og sjerri úr Andalusia. Henda matskrá verður borðreidd 22. og 23. februar í grannahúsinum Nýggjastovu, sum í matstovuhøpi ber heitið Ræst og kann borðreiða til 27 fólk. Annað gastronomiska tiltakið er 30. og 31. mars, tá Barbara Fish House tvinnar tosk av Føroyabanka við bitum úr baskiska køkinum afturvið víni úr Galisia. Fríggjakvøldið 26. apríl er karmurin hin rúmsátta Fútastova , har útvið hálvthundrað kunnu sita meðan greitt verður frá, so øll hoyra. Júst hetta kvøldið vitjar ein vinbóndi úr Languedoc, og saman við honum gera kokkarnir eina matskrá úr Suðurfraklandi. Eftir árstíðini verður varpað ljós á fisk, kjøt, urtir og avgrøði í øllum húsunum í grannalagnum, altíð parað við tí best hóskandi víni. Umframt køkin er móttøkan umbygd við borðplátu úr gróti úr Sandoynni, og endurnýttum vindeygum úr hjallaranum. Ein bringumynd av Hans Andriasi Djurhuus er sett á borðið og standmyndin í túninum av teimum báðum skaldabrøðrunum, Hans Andriasi og Janusi Djurhuus, sæst í dagsljósinum á duraglugganum. Matstovukonseptið er greitt, og viljin, og ikki minst finnuppásemið, at siga og bera søgur úr køkinum og heilt inn á borðið, er enn sum áður intakt og heilt framúr. Tú ert í góðum hondum, ja teim bestu, sum gastronomiska fakið hevur fostrað seinastu árini. Satira, ein føroysk statusrapport Í ein sólarring ella so havi eg hildið, at hetta var ein nýggj satirustjørna, sum Føroya fremsti útvarpssatirikari, ið hevur ligið í dvala síðan seinastu øld, hevur borið fram, nývaknaður. Enn eri eg ikki sannførdur um, at hetta innslag er satira, hóast figururin sipar beint til Pipar & Salt úr farnu øld. Men eg haldi ikki at aktuella innslagið er komið har upp enn. Tað er í hvussu er ikki góð satira, tí hon inniheldur ikki forteljaraelementini í góðari satiru, sum teir báðir kryddarnir hava gróðursett fyri nokk so langari tíð síðan. Hinvegin, góðar satirustjørnur liva ikki í Føroyum, tær eru flóttar, sum liva í Argentina. Tað siga hesir báðir. Eftir fimm mánaða bíðitíð eru teir aftur við so drúgvari føroyskari satiru, at bíðitíðin er sum einki at rokna. Ein tími og eitt korter. Kryddað í fimm mánaðir. Byrjanin er tættpakkað við aktuellum tilsipingum, eisini um Holocaust, tað mátti koma, men tað allar besta er móti endanum, har teir herja á ein ungan journalist, sum púra óroyndur sleppur til útvarpsmikrofonina at lesa tíðindi, tí eingin lærir hann upp. Tá kemur tað til mín, so segði hann, hvør kraft býr í saftigari satiru, og hvussu nógv satira kann flyta, og í seinasta og mest sannførandi enda: hvussu stóran samfelagsligan tørv vit hava á satiru. Satira burdi verið fyrsta konto hjá Mentanarnevndini og øllum skattafíggjaðum grunnum, sum stuðla mentnarligum framsetingum á livandi nútíðarføroyskum. Og so má eg siga, at tað var VP, sum í sama sólarringi, sum almannavarpið fór aðrar vegir, upplýsti meg um, at satiran er ikki deyð í Føroyum. Tað var VP. Hon hevur fingið eitt risakombakk úr Argentina, satiran. Jú, har siga teir seg sita og skemta við satiru fyri føroyingum. Tað er nokk so langt vekk, men lad gå, teir eru óalmindeliga stuttligir og beinraknir, teir báðir satirikararnir, Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen. Me has alegrado el día! The Shining: Sóttarhald í Helviti   Mikudagin 17. februar innleiddi Sámal Soll klassiska filmin "The Shining" í Filmsfelagnum við hesum orðum: Eg bleiv spurdur, um eg kundi innleiða filmin í kvøld. Eg segði ja, gamaní, lætt nokk. Hetta er verðins besti filmur, hvør sena er sum ein ekspressionistiskur málningur og hvør kamerarørsla er ein symfoni. Soleiðis, tendra! Nei, talan er um The Shining, og tað er ikki hvør sum helst filmur. Flestu hava nokk longu sæð hann. Hann kom út í 1980. Leikstjóri er Stanley Kubrick, og Stephen King hevur skrivað skaldsøguna, sum filmurin er bygdur á. Triðja skaldsøgan hjá King. Jack Nicholson hevur høvuðsleiklutin. Nógv kenna danska heitið Ondskabens hotel. Skal filmurin hava eitt føroyskt heiti, so skjóti eg upp, at vit kalla hann “Sóttarhald í helviti” Jack Nicholson spælir Jack Torrance, sum er ein edrúur alkoholikari, sum - saman við konu og soni sínum - tekur við einum starvi sum umsjónarmaður í einum stórum fjarskotnum gistingarhúsi: The Overlook Hotel.  Sum er avbyrgt frá umheiminum alla vetrarhálvuna uppi á einum fjalli. Óndskapur er í gistingarhúsinum, sum serliga leggur eftir konuni og soninum. Jack er rithøvundur og leitar eftir friði, so hann kann skriva eina bók. Hetta er tað perfekta starvið hjá einum rithøvundi, tí hann skal bara vera til staðar og ansa eftir, at alt er í lagi, og so kann hann sita og skriva. Millum tey fáu – kanska tey einastu - sum elska sóttarhald eru rithøvundar. Hesir arbeiða best í isolatión. Eg veit í hvussu er, at eg hugsaði hendan tankan tá fyri einum ári síðani, tá eg fyrstu ferð bleiv biðin av landslæknanum um at halda meg heima í eina viku, tí eg hevði verið í sambandi við onkran, sum var smittaður. Hugsa tær, tú skalt ikki fara til arbeiðis (tú kanst kanska arbeiða heimanifrá, men come on, tað er ikki so forferdiligt at byrja við), tú skalt ikki út í føðingardag í heilum, tá onkur gomul mostur ella langabbi fyllir runt. Ikki fara til konfirmatión, barnadóp, brúdleyp, jarðarferðir – alt hatta. “Tíverri,” segði eg. “Vit kunnu ikki fara, vit mugu halda tilmælini.... Hevði annars so gjarna vilja farið....” Men innantanna: “YES!!!” Tú skalt ikki eingang fara út at keypa inn, tí matvøruhandlarnir senda heim til tín. Tú keypir á netinum. Nú fái eg tíð at skriva, hugsaði eg.... ....eins og Jack, tá hann tók starvið á Overlook hotel... ... men hvørki hann ella eg høvdu hugsað um, at tað ber als ikki til at fáa frið í sóttarhaldi. (Eg skal ikki spilla nøkrum filmin, men mín familja hava øll tað gott í dag.) Tað er ringt at vera produktivur í sóttarhaldi, halda Jack Torrance og eg, men ein sum er sera produktivur er Stephen King, sum hevur skrivað nakrar og trýss skaldsøgur, 200 stuttsøgur, fleiri non-fiction bøkur.  Hetta við at hava ein rithøvund sum høvuðspersón í søgunum er nakað, sum Stephen King ofta hevur. Sum sagt, so er Jack Torrance í The Shining ein rithøvundur. Paul Sheldon í Misery verður tikin til fanga av sínum størsta fjeppara og noyddur av henni til at skriva søgur, soleiðis sum hon vil hava tær at vera. Mike Noonan í Bag of Bones (eftir mínum tykki kanska hin besta skaldsøgan eftir Stephen King) hevur ikki megnað at skriva eitt einasta orð, síðani kona hansara doyði. Ikki fyrr enn tað gerst honum greitt, at umstøðurnar kring deyða konu hansara ikki vóru so vanligar, sum hann í fyrstani helt. Thad Beaumont í The Dark Half er rithøvundur og edrúur alkoholikari, sum skrivar mentaðar skaldsøgur undir egnum navni og harðligar hardboiled kriminalsøgur undir dulnevni. Her brúkti King egnar royndir við at skriva undir dulnevni. Miðskeiðis í 70’unum gjørdist tað greitt fyri King, at hann skrivaði bøkur skjótari enn forløgini høvdu áhuga í at geva tær út . Hann lá inni við fleiri handritum. men fekk at vita, at best var, úr einum fíggjarligum sjónarmiði, um bert ein nýggj Stephen King-bók kom út um árið. Vandin var, søgdu tey, at sølan av seinnu bókini kundi hava neilig árin á søluna av fyrru bókini. (Hetta hevur King síðani mótprógvað fleiri ferðir, t.d. hevði hann fýra bøkur á bestseljaralistanum bæði í 1984 og í 1987). Einasta loysnin var at geva út undir dulnevni. Hann valdi sær navnið Richard Bachman og frá árinum 1977 til 1984 gav hann fýra Bachman-bøkur út. Hesar bøkur bregða frá skaldskapinum, sum King skrivar undir egnum navni. Tær eru myrkari, daprari og hava oftari ein neiligan og vónleysan enda. Sambært King doyði Bachman av “krabbameini í dulnevninum” eftir at veruligi samleikin hjá Bachman varð avdúkaður. Hetta var í 1984, men King gravaði Bachman upp aftur tíggju ár seinni til at standa fyri bókini “The Regulators”, sum kom út sama dag, sum hann gav “Desperation” út undir egnum navni. Tá tað kemur til film, tá ímyndar Stephen King – fyri mong - fyrst og fremst ófatiliga vánaligar videofilmar, sum t.d. Children of the Corn og óendaligar framhaldssøgur sum Children of the Corn 2, 3, 4, 5, og ikki Children of the Corn nr. 6, men “Children of the Corn 666, sjálvandi. Annað dømi er Sometimes they Come Back-røðin, sum er bygd á stuttsøguna við sama navni. Hesir eita Sometimes they Come Back og Sometimes they Come Back... Again! og so sjálvandi Sometimes they come Back... For More!!! Soleiðis hava gamlar stuttsøgur hjá King verið – um eg so má siga - uppafturgrivnar ferð eftir ferð, sum onkur hevur leysliga bygt ein vánaligan film omaná. Um tað kom av arbeiðstrýstinum ella onkrari aðrari orsøk er ikki vist, men longu í sjeytiárunum hevði King lagt grundarlag undir eina herviliga rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. Misnýtslan vaks støðugt tey næstu tíggju árini og ávirkanin á skaldsøgurnar í hesum tíðarskeiðinum er eisini sjónlig. Ikki minst í The Shining. Nøkur ár seinni segði Chuck Palahniuk, sum skrivaði Fight Club, at tað kom ikki óvart á hann, tá tað kom fram, at King hevði ein trupulleika við misnýtslu. Ein maður, sum bara situr einsamallur í einum rúmi og skrivar einar 3 skaldsøgur um árið í einsemi – sjálvandi! King sigur sjálvur, at hann var so skít og skeivur í hesum tíðarskeiðinum, at hann minnist ikki, at hann skrivaði skaldsøguna Cujo, sum kom út í 1981. (Her siti eg og stríðist við at skriva onkra stuttsøgu í sóttarhaldi í 2020, og hann skrivaði eina heila skaldsøgu, meðan hann hevði blackout!). Tað eydnaðist King at sleppa burtur úr misnýtsluni síðst í áttatiárunum, men alkoholisma og evnismisnýtsla hava spælt ein leiklut í næstan øllum skaldsøgum hansara síðani. Tað ber til at tulka hesa skaldsøguna – og hendan filmin, The Shining – uppá nógvar mátar: t.d. at tað er rúsdrekkamisnýtslan hjá pápanum, sum sundurlimar familjuna og traumatiserar konu og barn. Eitt, sum stuðlar upp undir hesa lesing, er at óndskapurin á hotellinum ikki fer eftir pápanum á sama hátt sum eftir konuni og dronginum. Tað roynir bert at lokka hann til at drekka. King dámdi ikki hendan filmin hjá Kubrick upprunaliga. Honum dámdi als ikki broytingarnar, sum Kubrick gjørdi við søguna hjá sær. Tað er í roynd og veru, hvør sín søga teir siga. Men meðan King skrivar skjótt og nógv, tekur Kubrick sær tíðina tað tekur at gera góða filmslist. Uppá sín máta. Óansæð, um tú heldur The Shining verða ein forbannað góðan gysarafilm ella eitt filmslistarligt meistaraverk, so er hetta ein filmur, sum letur upp fyri óendaligum tulkingum. Tí hvat gjørdi eg eisini fyri einum ári síðani í sóttarhaldi? Eg kavaði niður í tær mongu haruholurnar (fyri at brúka eina mynd úr Alice in Wonderland) á YouTube við ymiskum fólkum, sum høvdu hvør sína egnu fatan av, hvussu hesin filmur skal skiljast. Eg veit ikki, um eg mæli øðrum at gera tað sama, tí har eru rættuliga nógvar løgnar tulkingar har úti í cyberspace. Nógvar konspiratiónsteoriir um líkt og ólíkt. Eg vil ikki spilla filmin við at fara ígjøgnum tær her og eg havi eisini snakkað ov leingi. Men hvussu er og ikki, so er vist, at hesin filmur enn birtir undir nógv lívligt kjak – kanska meira enn nakrantíð. Takk fyri meg! Sámal Soll 17. februar 2021 Siga tit Klæni og Kubbi ella Gøg og Gokke? Ofta verða altjóða filmar og bøkur umrødd herheima við danska heitinum. Til dømis De Ti Bud ella Gøgereden , sum kunnu verða nokkso stuttlig heiti at brúka í føroyskum teksti, skal ein ikki gera seg sekan í sitatfuski, tá fakfólk tosa um film og bøkur. Nú eru tað Gøg og Gokke ella Klæni og Kubbi . Hvussu siga tit? Fyri fyrstu fer í allari søguni um film er lívið hjá klæna bretanum Stan Laurel (1890-1965) og tjúkka amerikanaranum Oliver Hardy (1892-1957) gjørt til spælifilm. Upprunaheitið á nýggja filminum er fornøvnini á teim um báðum Stan & Ollie . Teir vóru frammi í slapstick sjangruni frá 1927 til 1955, og eru helst kendasta par á filmi í allari søguni, fyri ikki um at tala í føðingardøgum, tá super 8 filmar vóru í mongum heimum kring landið, tí páparnir sum sigldu úti, keyptu apparatini og filmarnar til mikla fragd fyri heimafólkið. Smalu filmarnir vóru uttan ljóð, bara larmurin frá filmsapparatinum hoyrdist. Okkara æt Fuji og var av slagnum single 8. Sum so mangt er eisini hesin partur av undirhaldinum langdur undir orðabókaluppin, sum í smálutum definerar føroyska stættarsamfelagið upp móti tí útlendska. Slapstick sjangran, sum røkkur heilt aftur til italsku Commedia dell'arte hevdina í sekstandu øld, verður í ensk-føroysku orðabókin søgd at vera lágskemtiligur leikur, ella skemtileikur við nógvum fjákutum skemti. Ája, sum Árni sigur í Sosialinum. Soleiðis er so mangt, tá maktin sáldar og ikki fjákast. Men eina tíð fekk føroyska heitið Klæni og Kubbi fótin fyri seg. Tað var í 1986, tá Helena Samuelsen týddi fyri Sjónvarpið, sum í trimum førum vísti filmar í barnasendingum við Klæna og Kubba . Enska og altjóða kenda heitið á teimum báðum er Laurel and Hardy . Nýggi filmurin verður sýndur við donskum undirteksti og ber tí danska heitið Gøg og Gokke , sum ikki er ókent herheima. Søgan í filminum tekur við eftir kríggið tá teir báðir enn einaferð royna eydnuna. Sýningin við nýggja filmssøguliga spælifilminum er í Filmsfelagnum týskvøldið hin 23. apríl kl 20. Nielsen veit Síðan 1923 hevur mátingarstovan Nielsen mált upp og talt, hvussu nógv gera hvat í ymsum høpi, seinast til Oscartiltakið, tá mált varð hvussu nógv hugdu. Grundarin, Arthur C. Nielsen, sum var av danskari ætt, doyði 82 ára gamal í 1980. Hann varð føddur og doyði í Chichago. Hóast Oscartiltakið er tað mest sædda innan film, sigur Nielsen mátingarstovan sambært ABC, sum sendi tiltakið laiv, at aldri áður hava so fáir amerikanarar fylgt við Oscarvirðislønunum. Altjóða filmsmiðlar siga, at tað fer helst at geva amerikanska filmsakademinum nakað at hugsa um, nú heldur eingin vertur var í ár, og nakað so óhoyrt, sum at ein ikki enskt mæltur filmur fór avstað við fremsta heiðrinum. Tað eru sanniliga broytingartíðir. Zimbardo er gud! Klipp frá Netflixfilminum “The Stanford Prison Experiment” (2015), har illa tiltuskaði fangin gevur seg undir hin tyranniska og forfengiliga sálarfrøðingin, Doktor Philip Zimbardo (Billy Crudup), í Stanford-kjallaranum í 1971. Fangin, sum ikki sæst í myndini, eigur ovara setningin og sálarfrøðingurin hin niðara.  Í longri tíð hava starvsfelagar tosa um royndina hjá amerikanska sálarfrøðinginum, Dr. Philip Zimbardo, í kjallaranum á Stanford Universitetinum í 1971, har 24 lesandi hvítir menn skuldu velja at spæla antin fangar ella fangavørar í fjúrtan dagar, fyri fimtan dollars um dagin, meðan summarferia var og eingin helt uppsýn. Í San Francisco hevur eini starvsfelagin vitjað Zimbardo heima og etið døgurða saman við honum. Í dag er hann 87 ára gamal og hevur undirvíst á Stanford University í 50 ár, heilt frá 1968. Zimbardo er beinleiðis orsøkin til, at Nám er sloppið at arbeiða við sálarfrøðitilfari á netinum um gerandishetjur við støði í Hero Imagination Project. Tí bleiv eg serliga forvitin, nú Netflix kunngjørdi, at tey fóru at vísa spælifilmin, sum Kyle Patrick Alvarez gjørdi í 2015, The Stanford Prison Experiment. Sama ár vann filmurin virðisløn bæði á Edinburg og Sundance filmstevnuni.  Enn ein spælifilmur, hin sjálvævisøguligi Experimenter: The Stanley Milgram Story (Michael Almereyda), kom fram sama ár. Hann var um líknandi royndir hjá Stanley Milgram í 1961. Týski filmurin Das Experiment (Oliver Hirschbiegel 2001) byggir á eina líknandi søgu, The Black Box, har Mario Giordiano lýsir eina veruliga hending, ið ikki er ólík henni hjá Zimbardo. Seinni varð filmurin gjørdur umaftur, a remake, í USA við Paul T. Scheuring sum leikstjóra og heitinum The Experiment (2010). Tað er eitt vælkent tema á filmi, at testa ungfólk, hvussu tey fóta sær, tá einki fótafesti er og øll navagatiónsamboð verða tikin frá teimum. Í so máta er A Clockwork Orange (Stanley Kubrick 1971) mín favorittur, tá listarliga avrikið verður mált í filmiskum termum, tí hetta slag av filmi kann lættliga blíva nokk so studentikost, tá framleiðarin ikki hugsar um, at áskoðarin, sum situr hinumegin senukantin í biohøllini, er ikki lesandi í sálarfrøði.  At víðka um fatanina av Stanford eksperimentinum, kom í 2007 bókin The Lucifer Effect: Understanding How Good People Turn Evil, har sami Zimbardo fyri fyrstu ferð greiddi frá um royndina í 1971. Tað, sum gjørdi bókina serliga viðkomandi í USA, vóru avdúkingarnar í Abu Ghraib fangahúsinum, sum amerikanarar sjálvir stóðu fyri fyrst í hesi øldini. Upprunaliga høvdu bretar bygt fangahúsið dygst við Bagdad í Irak í fimmtiárunum, síðan brúkti Saddam Hussein fangahúsið til terror, tortur og dráp í áttatiárunum, og amerikanarar tóku so yvir, til ræðugerðirnar vórðu avdúkaðar. Alt hetta aktualiseraði royndina hjá Zimbardo í 1971. Tá amerikanska forsetavalið var í 2016 gjørdi Snar eina undirvísingarliga temasíðu við nógvum brikkum. Ein brikkur var samrøða, sum danska sjónvarpssendingin, Deadline, hevði við amerikanska journalistin Anne Applebaum, sum í einum lesarabrævi í Washington Post helt uppá, at nú stóðu vit við endan á sivilisatiónini, The End of the West. Samrøðan gjørdist uppgáva á Snar til skúlanæmingar um hetta uppáhald, og um eina blaðgrein um sama tematiska evni, sum Heini í Skorini skrivaði í Dimmalætting undir heitinum Farvæl, Evropa! (15. juli 2016). Hvussu risastórt hetta tema er, skalt tú reisa tað í undirvísingarligum høpi, gekk upp fyri mær, tá somu starvsfelagar, eg nevndi í innganginum, vísa mær á, at sami amerikanski journalistur og Pulitzervinnari, Anne Applebaum, er aktuell við bókini Twilight of Democracy. The Failure of Politics and the Parting of Friends (Penguin 2020), ella á donskum. - Tað fasistoida er okkara trúgvi fylgisveinur. Uppgávan er at halda fylgisveininum í tryggari frástøðu, siga starvsfelagarnir, ið kenna bókina og kjakið um hana. Tær arbeiða við nýggjum spennandi nettilfari í sálarfrøði, sum kemur í summar og nemur við hetta evni, gerandishetjur, sum grundfest av Zimbardo. Okkara gerandisdagur hevur sum aldri áður verið merktur av fastoidari nærveru. Tí eru tílíkir filmar, sum The Stanford Prison Experiment týdningarmiklir at síggja, fyrihalda seg til og at brúka í undirvísingini. Ein ummælari, Peter Johnson, sigur í New Times í 2018 um filmin The Stanford Prison Experiment: - With too much unchecked power and the right (wrong) conditions, human beings are capable of horrendous evil. That's true of fake jails, as well as real ones.  Sami ummælari nevnir eisini, at sjálvur leiðarin, professarin og doktarin Zimbardo, so sanniliga eisini missir fótafesti. Um Zimbardo veruliga er gud, ella hann bara helt tað sjálvur eina løtu í kjallaranum á Stanford í 1971, tað fari eg at lata standa ósvarað í fólkaræðisligu føroysku skýmingini. Ímeðan er upplagt, at tú unnar tær sjálvum tann óhugna, tað veruliga er, at síggja The Stanford Prison Experiment heima í stovuni afturvið kaffi og føstulávintsbollum, tá tú hevur hug. Við øllum slúsum opnum, eisini heimligum tíðargreinum, sum vísa á nýggjar politiskar veruleikar ytst á høgraveinginum, sum vit fyrr ikki hava sæð. Tað skal eg viðganga, at eg veruliga viðmæli! Filmsfepur í februar Hetta er filmurin eg fyrst og fremst vil viðmæla filmshugaðum fólki at síggja í februar, svenski Korparna , sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum á middegi, klokkan tólv, týsdagin hin 26. februar. Nýggi filmurin, sum byggir á samnevndu skaldsøguna hjá Thomas Bannerhed frá 2011, fer fram á einum svenskum bóndagarði í sjeytiárunum. Óstortligi pápin vil hava sonin at taka við garðinum, men áhugamálini hjá soninum sampakka illa við pápans. Ein kørg, men serstakliga sterk søga, sum longu frá byrjan ber boð um, at leikstjórin er pressufotografur og hevur serliga gott eyga at lýsa tjúkka akurin og lendið, sum hóast vakurt, er merkt av duldum maktum, ið ikki á nakran hátt koma at tana bóndans søk. Í berari ómegd ger hin gamli skaða á seg sjálvan í eini patetiskari roynd at sleppa at vera á garðinum. Ein visuelt hugtakandi søga. Aldri áður havi eg sæð so langa filmskrá í stytsta mánaði, februar. Tað gongur slag í slag. Mikudagin trettanda februar vísur Filmsfelagið hin Oscartilnevnda libanska filmin Kapernaum , sum fær bestu ummæli allastaðni. Eins og allar hinar sýningarnar eru tær hjá Filmsfelagnum opnar og almennar. Dagin eftir, hósdagin fjúrtanda, vísur Havnar Bio If Beale Street Could Talk , har leikstjórin Barry Jenkins, hann ið gjørdi Oscarvinnaran Moonlight í fjør, førir okkum til Harlem í sjeytiárunum við søguni hjá James Baldwin. Sunnudagin seytjanda februar tørna tey fyri í Løkshøll við nýggjasta ensktmælta filminum hjá grikska meistaranum Yorgos Lanthimos The Favourite . Leygarkvøldið sóu ikki færri enn 305 fólk filmin um Freddie Mercury og Queen, Bohemian Rhapsody í Løkshøll, so alt bendir á, at fólk vilja síggja film í felag við góðari mynd og góðum ljóði, sum í øllum førum er betri enn heima. Og fyra at venda aftur til grikska leikstjóran, so vil eg viðmæla ensktmælta The Lobster , sum er tikin í Írlandi í 2015 og nú sæst á Netflix. Hósdagin einogtjúgunda februar vísur Havnar Bio fleirfalt virðislønta og fimm ferðir Oscartilnevnda filmin Green Book við Viggo Mortensen í høvuðsleiklutinum. Tveir dagar seinni, leygardagin tríogtjúginda februar vísir Atlantis í Klaksvík hin ummælararósta heimildarfilmin Cold Case Hammarskjöld eftir Mads Brügger. Og sama kvøld er Geytin í Havn, har hesir átta stuttfilmar eru við í ár: 12 (Hanna og Mikkjal Davidsen 1:28 min), Góðastova (Maria Guldbrandsø Tórgarð 17:00 min), Omman (Julia í Kálvalíð 12:00 min), Ikki illa meint (Andrias Høgenni 21:00 min), Julians Stigi (Atli Brix Kamban 17:37 min), Annika (Heiðrik á Heygum 20:00 min), Tyggigummi (Gudmund Helmsdal 4:30 min) og Et visit (Sára Wang 14:00 min). Útlendskur gestadómari er í ár Melissa Lindgren úr Svøríki og vertur er eins og undanfarin ár Finnur Koba, havnarmaður úr Vestmanna. Sama vikuskifti, tað vil siga fram móti mánamorgni, er vertsleysa Oscarhandanin í Hollywood, hin einoghálvfemsinstjúginda av slagnum. Eru føroysku filmseyguni ikki mettaði, so er at fara í Norðurlandahúsið at síggja besta norðurlendska filmin, sum íslendingar eiga annað ár á rað, Kona fer í stríð . Seinasti februarfilmur, eg vil viðmæla, er hin danski Før frosten, sum er í Filmsfelagnum hin sjeyogtjúginda februar. Serstakt við hesari sýningini er, at høvuðsleikarin, Jesper Christensen, verður til staðar og fer at práta um egnar royndir í og við filmi, og at svara spurningum úr salinum, sum Tina í Dali Wagner, leiðari í Filmshúsinum, fer at stýra. Frostur ella ikki, ein filmssterkari føroyskan februar finnur tú ikki. Anita Reher er innbodni Geytadómarin Innbodni Geytadómarin í ár er danska Anita Reher, ið fyri tveimum árum síðan tók við sum stjóri fyri filmstevnuna Nordisk Panorama eftir Søren Poulsen, sum tá hevði sitið í trý ár. Við heimasíðuna hjá Nordisk TV og Filmfond segði Anita Reher tá. Fríggjadagin 14. februar kl 16:30-18:00 fer Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, at tosa við Anitu Reher um Nordisk Panorama og vísa klipp frá festivalinum. Prátið verður í Norðurlandahúsinum og er ókeypis. Úr Føroyum hava trý filmsfólk søkt um at sleppa við á Nordisk Panorama, sum varir seks dagar og fevnir um heimildarfilm og stuttfilm. Tey eru Julia í Kálvalíð, Katrin Næs og Gudmund Helmsdal. Leygardagin 15. februar frá morgunstundini og dagin á tamb er Anita Reher partur av Geytadómsnevndini, sum endaliga fer at hyggja eftir og at meta um úrvaldu filmarnar til Geytakappingina 2020. Úrslitið verður kunngjørt leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum, tá eisini Áskoðaravirðislønin verður handað. Útselt er til Geytakvøldið. Eins og undanfarin ár er Finnur Koba vertur. Spír í fotolist Í dag er seinasta freist at síggja tær fleiri enn tretivu fotomyndirnar, sum bólkurin Fokus hevur hongt upp. Til høgru fyri inngongdina fangaði eg Haldur Suna Johansen, sum hevur tikið myndina Spír, har vit í forgrundini síggja spírið á Kvívíkar kirkju og í baksýni kuplarnar hjá Kublai Khan á Sornfelli. Nei, eg bara roksi, men summi orð, so sum kublar, ríma so stuttliga við onnur orð, nøvn og hugtøk. Og at nakar samanhangur er millum kirkju, mentamál og radarar á hesi myndini, tað er púra tilvildarligt, og ikki á nakran hátt tilætlað, forvissar Haldur Suni meg um, meðan dyrnar inn í Smiðjuna í Lítluvík enn standa opnar. Haldur Suni eigur eisini hesa mynd, sum tekur seg merkiliga væl út á vegginum í Smiðjuni. Tað er sum at myndin, ið frammanundan er skarpt pressað og uttan óviðkomandi órudd, fær eina nýggja trístrenta rúmdarkenslu, har hon hongur upp móti hvíttaða grótvegginum. - Ein einsamallur danskari, sigur myndamaðurin um myndina, sum bara eitir Bygningur. Gudny Benjaminsdóttir er sjáldsama málsøkin í hennara myndaarbeiði, tá hon setir sær fyri at lýsa eitt samfelag, ið er rakt av koronastongsili. Eina myndin kallast Sóttarhald, men mær dámdi best hesa, sum er so talandi, tí vit øll vita, hvat hetta er, og undrast á ein varisligan, men skakandi hátt, tá heitið er Á ferð 2020 og alt er tómt. Ikki fyrr enn vit hyggja heilt nær, síggja vit, at onkur situr heilt har frammi, longst burturi. Einfalt, men sterkt og rámandi. Tað er tað momentana við fotolist. Tað, sum bara riggar, tá løtan er har, og so er burtur fyri øllum eygum. Aftaná, er alt ov seint. Ímillum liggur viljin at knipsa við tí kamera, sum er við hondina. Akkurát ta løtuna. Frá tí konkreta fara vit til tað poetiska og frítt fabulerandi, sum røkkur langt út um bílætarammuna. Oddfríður nýtist ikki nakað eftirnavn, tí hann er bara Oddfríður, bara í orðsins besta týdningi. Hann er bara har. Orð og myndir eru hansara livibreyð, og tað eru vit takksom fyri, hvørja ferð vit sígga eitt avrik, tí sjónligur er hann, umframt at vera produktivur. Altíð í gongd. Sum sæst omanfyri, hevur Oddfríður fingið høvuðsveggin, og niðanfyri sæst hann á bakvegginum á sama høvuðsveggi í Smiðjuni. Talan er um trípartamyndir við poetisku heitunum: Djórini, sum ikki fáa sagt tað og Trøini mangla eina søgu. Uppi á loftinum er Upp og niður, sum er ein av framúr spennandi fimleikamyndunum hjá Haldur Suna.   Gráa gullið er gott! Brilljanta sangarinnan, sum var at hoyra í hvørjum bygdabili í sjeyti- og áttatiárunum, Linda Ronstadt, er enn frammi og reiðiliga tað. Gamaní ikki sum sangarinnan, men 72 ára gomul, parkinsonrakt í mong ár, og  ikki sungið alment í tíggju ár, kundi hon í sunnudagsmorgunsjónvarpi hjá CBS siga frá um eitt virkið lív, sum enn ikki er brent út ella brent av. Og lagnum bilar einki. Í samrøðuni við sunnudagsvertin sigur Linda Ronstadt, at hon syngur innantanna. Nú fer hon aftur til 1980 og gevur út eina konsert frá Hollywood, sum HBO tók upp hetta árið, tá hon var uppá tað allar besta. Klikk á myndina omanfyri, ella á nýlanseraðu Spotifyplátuna til høgru á blogginum - og mest av øllum gleð teg til eitt lív við gráum gulli! Týdningurin av listini Samrøða og framførsla - Hvønn leiklut hevur listin í dagsins samfelag? Tiltakið er partur av TÓFF og er fyriskipað av Filmshúsinum Hvønn leiklut hevur listin í dagsins samfelag? Listin hevur altíð havt ein týðandi leiklut í heiminum. Um vit fara langt aftur í tíð og heilt fram til nýtímans samfelag, síggja vit, at listin altíð hevur havt og hevur enn ein týðandi týdning í samfelagnum. Hetta er framvegis galdandi hóast ymsu leiklutirnar, listin hevur í ymsu samfeløgum. Í vesturheiminum í dag verður listin ikki løgd undir kirkju ella krøv frá teimun ráðandi, men tað eru listafólkini sjálvi, ið fáa frælsi at deila teirra sjón og fatan av lívið. Vit liva í eini tíð, har individualisman ræður, har eitt hvørt listafólk við virðing fyri sær sjálvum leitar eftir síni egnu rødd. Hetta ger at týdningurin av listini í samfelagnum kann verða trupul at peika á. Listafólkið hevur stórt frælsi, men kann hava trupult við at finna fótafesti. Filmshúsið skipar fyri einum kvøldi uppi í Norðurlandahúsinum, har vit leggja karmar fyri einum pallborðsfundi, har vit viðgera týdningin av listini í samfelagnum. Í panelinum verða rithøvundurin Rakel Helmsdal, tónaskaldið Sunleif Rasmussen og leikstjórin Sakaris Stórá. Á skránni verða bæði framførslur og kjak. Búi Dam leiðir kvøldið. Afturat hesum hevur Filmshúsið bjóðað Philippe Kern frá Brüssel til Føroya at tosa um týdningin av listini í einum samfelag. Philippe Kern er leiðari í KEA, sum er eitt altjóða virksemi, ið hevur serkunnleika í list og skapandi ídnaði. KEA veitir ráðgeving til politikkarar og til felagsskapir, ið ynskja at fáa betri fatan av, hvat virðið er á listini bæði fíggjarliga og fyri framgongd í samfelagnum sum heild. Tiltakið er ókeypis, men tú meldar teg til her. Verðin gjøgnum windows Nýggi Tom Hanks filmurin News of the World varð frumsýndur á Netflix mikukvøldið, sum nú er blivi eitt fast filmskvøld. Men á telduni ber ikki til at klippa still myndir úr filmum á Netflix, alt fer í svart, tá tú velur klipp, ivaleyst hevur tech giganturin sett tað í verk, eins og IMDB ikki longur loyvir tær at taka jpg myndir úr filmum á teirra síðum. So tað má verða manuelt snapshot við Apple telefonini, sum sæst omanfyri. Men ein trúgvur lesari sigur, at við Mac ber til at klippa, sum sæst longur niðri. Soleiðis stýra fyritøkurnar okkara upplivingum.  Men afturfyri speglast heimavindeygað niðast í vinstra horni á windowsstýrdu telduni, sum í filminum vísir útsýnið úr brotna vindeyganum hjá hvítu niðursetugentuni, ið er av týskum uppruna á markinum millum Texas og Meksiko, sum indianarar hava tikið til fosturs eftir miskunarleysa borgarakríggið, har øll høvdu, og enn hava, sítt gangandi, er av, um sama mundið sum okkara egni kolonihandil steðgar, og nýggj vindeygu verða opnað móti heiminum.  Paul Greengrass er leikstjórin og ger í vindeygasenuni eina heilsan til western klassikaran, John Ford, sum fyrr gekk í biografunum í Havn, Leikhús Bio og Havnar Bio. Ikonografiska myndina er karmurin, har loysnarin, bjargingarmaðurin sæst í túninum, innsettur, framed, av leikstjóranum. Og í stórum parti av News of the World kanst tú njóta westernfilmin fyri akkurat tað hann er, stórar, dramatiskar víddir, eisini við einum touch av Winnetou og Old Shatterhand í gomlum døgum.  Men søgan er ójøvn og verður meira ein kaleidoskopisk mynd av harðskapsmeldrinum eftir at borgarakríggið í nýggja heiminum er av. Øll tey stríðandi skulu finna nýtt fótafesti, fyrst og fremst blaðstjórin Tom Hanks, sum fyrimyndarliga skal sivilisera burturfluttu gentuna, Helenu Zengel, sum vit sóu í sosialrealistiska týska filminum Systemsprenger í Filmsfelagnum í september í fjør.  Í amerikanska borgarakrígnum hevur Tom Hanks mist prentútgerðina, men við støði í lokalum tíðindabløðum hevur hann funnið sær ein nýggjan vinnuveg sum upplesari og søgusigari, har hann kemur fram, tíðuliga við eini adressu til bæði fake news og leiklutin hjá nútíðar miðlum.  Sum humanistur og fólkaupplýsari er Tom Hanks í hondunum hjá Greengrass meinlíkur Steven Spielberg og flestu av hansara filmum, ið hava eitt greitt námsfrøðiligt frámerki. Ein góður filmur, hóast ójavnur.  Og eftir Systemsprenger og nú News of the World er 12 ára gamla Helena Zengel nú ein verifiserað stjørna við síðuna av Tom Hanks, sum fyrstu ferð spælir kovboy.  Er tað ein dygd at verða síðst? Klokkan 17:44 kann privati tíðindaportalurin In.fo við privatu sendistøðini FM1 sum keldu siga okkum, at javnaðaruppstillaði tinglimurin, Sonja Jógvansdóttir, sleppur ikki í Tjóðveldi, hóast hon hevur meldað seg inn í Eysturoyarpartin av tí flokkinum. Vit fáa nágreiniliga at vita, hvussu limir í flokkinum hava atkvøtt fyrr og ímóti at innlima Sonju í Tjóðveldi á tingi. Ein tíma áðrenn, tað er klokkan 16:46, kundi eins privati miðilin VP kunngera tað sama niður í somu smálutir, at Sonja Jógvansdóttir varð vigað og funnin ov løtt og slapp ikki í Tjóðveldi. Hvørki kl 17 í landsfíggjaða lisens- og public service útvarpinum, ella kl 19 í eins almentfíggjaðu Degi og Viku fingu lisensgjaldarar sum tað fyrsta at vita um prekeru støðuna, sum privatu miðlarnir høvdu snoddað seg fram til fyrr um dagin. Til dømis við at byggja á hesi ikki sørt hevdvunnu dagstíðindi, eins og mangan verður bygt á útlendska DR, sum nokkso fast er almenna føroyska eygað út í heim, um also Ekstrablaðið ikki er tað. Gamaní fingu vit í Degi og Viku eitt egið bandað prát við Annitu úr Tjóðveldi, har vit máttu bíða heilt lengi til svarið uppá ítøkiliga spurningin, er hon inni ella úti, kom, also ein óbroytt endurtøka av einfalda svarinum, sum privatu miðlarnir høvdu avdúkað meir enn tríggjar tímar frammanundan. Seinasta árið havi eg undrað meg yvir, at Útvarpstíðindini, sum eru hvønn dag - tað er Dagur og Vika ikki enn - hava sett sær fyri at bøla yvir tíðindum, sum øll vita av. Privatu miðlarnir eru mest sum altíð fyrstir. Ikki tí at journalistikkur í einum og øllum skal snúgva seg um at verða fyrstur, men hví í allari víðu verð er tað so ofta ein málsetningur hjá Kringvarpinum at verða síðstur? Og allarmest og allaroftast havi eg hugsað um manglandi almenna hugin at sitera privatar keldur - tað eru øll hini - í landinum, so sum teir báðar ella tríggjar privatu miðlarnar í hesum føri. Fór nakað av Kringvarpinum, um siterað varð frá einum teirra ella øllum? Ella lúka hesir miðlar ikki grundtreytir í journalistiskum sitatrætti? Nei, eg bara spyrji meða eg undrist yvir einum koppi av gruggutum kaffi. Tíggju í Fokus í Lítluvík Tíggju limir í Myndafelagnum Fokus gera í kvøld klárt til fotoframsýning, sum letur upp við 49 myndum í Smiðjuni í Lítluvík í morgin, fríggjadagin 7. februar kl. 14:00. - Kaffi er á kannuni og øll eru vælkomin, sigur Óli Lindenskov. Opið verður til og við týsdegnum 11. februar. Óli hevur millum annað verið í Sandoynni og fotograferað við Gívrinar hol. Fyrst er at tryggja sær, at alt er í vater og hongur harmoniskt út frá hornunum í gomlu grótlagaðu veggunum í hvíttkálkaðu smiðjuni. Eitt reyðlýsandi niveleringsapparat tryggjar at alt hongur í vater. Myndafelagið Fokus varð stovnað í 2009 og hevur til endamáls at savna saman fólk, ið hava myndatøku sum ítriv. Øll kunnu gerast limir í felagnum, sum heldur til í einari skúlastovu í gamla Argja skúla. Tey skipa fyri fototúrum og limatiltøkum, har tey hittast til fotoprát, og síggja og vísa myndir hjá hvørjum øðrum og læra um myndatøku og myndaviðgerð. Tey tíggju sum sýna fram í ár eru Gudny Benjaminsdóttir, Jórun á Fløtti Jacobsen, Jacobina Sigmundsdóttir Niclasen, Haldur Suni Johansen, Lars Bisgaard, Heri Samuelsen, Susanne Nielsen, Óli Lindenskov, Oddfríður Marni Rasmussen og Kristinn Hentze. Sum sæst niðanfyri eru myndatólini ymisk, ovasta til høgru er eitt analogt Olympus kamera frá 1974, sum er til rullufilm at framkalla. Fleirfalt virðislønti Oddfríður Marni Rasmussen er ein av trimum fyrisitarum í Facebookbólkinum hjá felagnum, har tey samskifta um virksemið. Umframt rithøvundavirðislønir hevur hann eisini fingið virðisløn fyri júst hesa myndina, ið sýnir ein operasangara, sum eftir leskiliga máltíð sleikir fingrarnar. Lars Bisgaard, sum býr í Hósvík, hevur verið á fotosafari í Afrika. Á loftinum í Smiðjuni í Lítluvík hevur hann fleiri myndir frá ferðini. Á ólavsøku var Haldur Suni Johansen í Tórsbyrgi. Tá tey um midnáttarleitið fóru oman í býin, hevið náttsirmið lagt seg á lokkanetið undir lyktapelanum. Eitt-tvey-trý so var myndin har. Her heldur Haldur Suni eina hugtakandi portrettmynd, sum er tikin í mjørkanum, fram fyri seg. Úr Útvarpinum eru komnir bæði Øssur Winthereig, sum hevur sendingina Pressan, og Leivur Thomsen, sum hevur sendingina Vikuskiftið, og sjálvur er ein framúr fotografur. Hann og Oddfríður tosa um at seta sítt egna frámerki á myndir, til dømis við armbansurinum, sum 82 ára gamli tjekkiski fotografurin Josef Koudelka ger. Trúgv og makt Týsmorgunin var grafitti at síggja í miðbýnum í Havn. Onkur helt at hetta var meira herverk enn grafitti. Tað kann so diskuterast. Men grafitti er altíð ein tekstur, ella í minsta lagi ein framseting, ið hevur eina meining. Herverkið er minni meiningarfylt, fyri ikki at siga destruktivt, borið fram av ómegd. Í sjálvum sær eitt óartikulerað róp um hjálp í teirri vón, at onnur síggja.  Men útsøgnin í býnum, antin hon er herverk ella grafitti, er miðvís. Hon er brett út sum ein lýsingaherferð í miðbýnum.  Fyrst eitt hanagleiv frá Tinghúsinum í einum karmi, sum er partur av installatiónini Vetrarljós fram við gongugøtuni, har standmyndin hjá Janusi Kamban, Maður og Kona, standa í Sparikassagarðinum. Onkur provokerað sál tók tekstin burtur, so hann ikki sást, tá komið varð út á dagin. Síðan er tað hanagleivið oman til Havnar kirkju, sum eisini er Føroya dómkirkja. Sjálvt hesi bæði nøvnini, Havnar kirkja ella Dómkirkjan, klandrast havnarfólk um, so hvussu skal tað verða, tá onkur letur seg eggja av egnum demonum, ið vilja sleppa út, so tú ikki kansta halda tær, men skrivar, sum Luther á sinni, tín egna boðskap á føroyska kirkjuportrið øllum til frelsu. Men frelsuloysnin er ikki annað enn at banna LGBT og seta Føroya fremstu fylking ájavnt við Antikrist eins og alla føroyska rættstaving, ið er mest savnandi evni í tjóðarbygging sambært Facebook, rættstaving. Somu boð er sett á trappuna hjá Klett, hinumegin Arnesminde, sum kirkjan eigur, í Steinatúni, har tú bíðar eftir bussinum, sum fer út eftir Jóanes Patursonar gøtu, við Føroya Keypsamtøku í handilsgøtuni, Doktar Jakobsens gøtu, og niðri í Vágsbotni við Sirkus. Pallsetingin riggar, alt er á gosi. Heilt har vesturi úr Oregon í USA heitir Matthew Workman á okkum, at finna máling og pensil í stundini og hvítta grindina, so hesin døkt okkulti boðskapur, eins lítið og hin grábeinti, fær fótin fyri seg so tíðliga á degnum. Tað riggar, tí longu nú er fyrsta regla strikað: Tingmenninir og tingkonunarnar hava teirra egna sjov gangandi innanveggja, eins og tey altíð hava havt tað. Í so máta er hetta sjov kanska tað størra og lívsseigara. Tað er og verður hildið fast av afturhaldi og tískil ein ímynd av tí sjaldsama orðabókaorðinum íhald og at vera íhaldin. At halda í. Tað er tað teimum dámar, politikarunum. At halda í og aldri sleppa, fyrst og fremst fyri at onnur ikki sleppa til, sjálvt tá tú skrivar ein samfelagsbólk út úr tingtekstinum, og leggur fram uppskot um förintelse ella annihilation, at rudda út eitt verandi orð um ein fólkabólk í okkara egna landi. Tí tað ræður um at halda í og verða íhaldin á afturhaldstingi. Tað skakaði meg mest henda dag. Ídna íhaldið. Ein uggi var, tá Sólrun Michelsen sama dag endurgav annað ørindi úr sálminum Dommer over levende og døde, sum Johannes Johansen yrkti á donskum í 1975, og hon hevur týtt. Við loyvi frá Sólrun endurgevi eg allan sálmin: Dómari hjá livandi og deyðum,myrkur fyri tær sum ljósið er, alt hitt fjalda fyri tínum eygum  sjónligt verður, hvør ein svikagerð.Harri, tá vit teg í ljósi skoða             døm tú milt, vár bøn er okkum náða.     Kappa dómarans á okkum tóku, vanvirðing og háð um næstan fleyt,gleði hans og lívsmót burtur róku,   klipt úr lógum Guds var okkar skreyt.               Móti dómadegi nú vit ganga,dómar yvir onnur búnan pranga. Harri Krist tú yvir dómi valdar,hvør kann døma um sítt egna verk?Hvør kann døma áðrenn enda aldar,       tá ið ljós gerst nátt sum glæman sterk.Dómarin fær dóm av tínum ráði,                og tey dømdu onga sekt av náði.            Dómari hjá livandi og deyðum,stjørnusonur eins og manna er,náði finnur tann í tínum eygum,       sum júst kemur bara sum hann er;            boyggjast skal hvørt knæ - ja sjálvt hins lægstadjúpt í sólarrisi úr tí hægsta yrk. Johannes Johansentýtt Sólrún Michelsen Í donsku sálmabókini verður undir hesum vakra teksti víst til eitt brot úr fyrra brævi Paulusar til samkomuna í Korint, sum í bíbliutýðing Victors er meira beint fram og gerandisligur enn í kirkjubíbliuni. Eg endurgevi aftur: "Fyri meg hevur tað ógvuliga lítið at siga at verða dømdur av tykkum ella menniskjaligum dómstóli - ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur. Víst veit eg einki við mær sjálvum; tó eri eg ikki fyri tað rættvísgjørdur; nei, tann, ið dømir meg, er Harrin. Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, Hann, sum bæði skal leiða fram í ljós tað, sum fjalt er í myrkrinum, og opinbera ráð hjartnanna - og tá skal ein og hvør fáa rós sítt frá Gudi." 1 Kor 4,3-5 Ikki bara íhaldin varð hesin dagur, men eisini ítøkiliga ímyndin av tí trupla krossvegi, har eingi føroysk ferðsluljós røkka, tíansheldur kunnu stýra, tá viðurskiftini trúgv og makt umskarast, og verða til skeiva makt og rætta trúgv, ella skeiva trúgv og rætta makt, ella bara perverteraða girnd at hava vald á øðrum. Olaf finnur ein penn, sum lýsir Hann lýsir heilt út í tún! Olaf hevur funnið ein penn, sum lýsir í myrkrinum og út í kavan, tá tú koyrir hurðina upp út á terrassuna í Tórsbyrgi. Tað var í gjárkvøldið at Olaf, Marjun og Hanus vóru til døgurða, tí nú er nógv at ráðleggja sum dagarnir koma. Í dag fyllir Olaf tvey ár og er størri og vaksnari enn nakrantíð fyrr. Einki er sum at fáa ein abbason. Á, denn náði. Til lukku við honum, tit bæði. Og annars vit øll! Her er Olaf farin uppá loftið at kanna fløgur og bond hjá abbanum. Fløgur eftir bókstavaraðnum og háteknologisk dat bond, sum eingin brúkar longur. Soleiðis fer tíðin við øllum. Lukkutíð kemur hon aftur, tíðin. Til dømis við einum abbasoni. Álvarsligur er hann, eisini tá hann fer niðurundiraftur og setur seg við sofaborðið við Pinocchio-figurunum. So er tað, at Olaf fer í brandgulu Lübecktaskuna hjá abba eftir telduni, sum altíð plagar at vera har. Men nei, har er eingin telda í dag. Hvar er hon? Hvar er teldan, hon við øllum teim føroysku sangunum á YouTube og teknifilmunum við lossandi lastbilum, sum skifta lit, meðan litirnir verða sagdir á snedigum málum, sum bara ikki eru føroysk? Nei, her er bara ein Edmodo pennur, sum abbi hevur fingið í London, og sum lýsir, tá tú trýstur á hann, pennurin altso. "Connect With Students and Parents in Your Paperless Classroom," siga Edmodo fólkini, sum góvu mær pennin. Og tvey ára gamal dugir hann sum ongan ting at fáa pennin at lýsa. Og kanska hevur hann longu lært hjá læknanum, hvat lýsandi pennar kunnu brúkast til. Sum altíð er hetta hin stuttligasti gestur at fáa til døgurða. Til lukku við tvey ára degnum í dag, góði Olaf og tit. Vit síggjast! Bió Paradís má víkja fyri byggispekulantum - Hin fyrsta mai í ár lata vit aftur! Soleiðis sigur framúr væleydnaði og virkni listabiografurin, Bió Paradís, á heimasíðuni og á uppsløgum. Nýskapandi listabiografurin, sum er í miðbýnum í Reykjavík, er hin einasti av slagnum í Íslandi. Bió Paradís, sum við stórari eydnu hevur virkað í miðbýnum í Reykjavík í tíggju ár, er limur í óhefta áhugafelagsskapinum The International Confederation of Arthouse Cinemas, sum varð stovnaður í 1955, og telur 1170 limabiografar í 68 londum. Í desember í ár fara filmsvirðislønirnar European Film Awards at verða handaðar í Hørpuni í Reykjavik. Á heimasíðuni hjá Bió Paradís sigur stjórin Hrönn Sveinsdóttir: Bíó Paradís býður upp á kvikmyndafræðslu fyrir öll skólastig, er heimili íslenskra kvikmyndagerðarmanna ásamt því að vera sýningarvettvangur fyrir Kvikmyndaskóla Íslands, íslenskar kvikmyndir í sinni breiðustu mynd og býður upp á kvikmyndamenningu frá öllum heimshornum, leggur ríka áherslu á sýningu á Evrópskum verðlaunakvikmyndum sem og að halda metnaðarfullar Alþjóðlegar kvikmyndahátíðar á borð við Stockfish og Alþjóðlega Barnakvikmyndahátíð í Reykjavík sem er sú fyrsta og eina sinnar tegundar. Svo mætti telja alla kvikmyndadagana t.a.m. þýska, pólska, rússneska og japanska kvikmyndadaga sem og Frönsku Kvikmyndahátíðina sem nú fagnar 20 ára afmæli. Þór Elís Pálsson, sum undirvísir í film á miðnámi í Ármúla og var í Føroyum í 1985, her hann gjørdi videofilm fyri Myndband, sum Kemm Poulsen tá hevði, ger eisini vart við seg í Fréttablaðnum. Kommunali ágangurin á útbreiðsuna av filmi og biografi sum listauppliving, er undarliga stórur í løtuni. Í Keypmannahavnar kommunu hevur mentamáladeldin akkurát gjørt av, at taka seg úr øllum samstarvi við væleydnaðu filmtænastuna Filmstriben, ið er knýtt at bókasøvnunum. Hesin skortandi politiski vilji bráddliga at kvetta við film sum listagrein í norðurlendskum høvuðsstaðum ger fólk stórliga bilsin. Tí gjørdi eg mær ørindi at fara í bókahillirnar at finna gomul skjøl um film í Havn. Sum sæst á myndini omanfyri, var í Tórshavnar kommunu stórur áhugi fyri at byggja og stuðla einum biografi, tá víðsýnda Rithøvundafelag Føroya so langt síðan sum í 1972 gav út Álit í mentanarspurningum . Kanska eiga vit lokalu við áhuga fyri filmi støðugt at minna kommunalu politisku valevnini á hesi álvarsmál í býnum, ikki bara í dag, men heilt fram til kommunala valdagin hin 10. november. Livst, so spyrst! Grafiskur greidleiki Býr tú í Havn og ert umgyrdur av grafiskum larmi, so eru her eini góð ráð, ið kosta 75 krónur hvønn vegin: Ein rundtúr um Skálafjørðin meðan kavin liggur ein sunnudag. Á upphugsaða ljóðsporinum kundi tú havt "Mær er sagt um ein stað í tí høga", har afturvendandi setningurin er um eitt bil, so eri eg har ella í hinari týðingini Tonk - ein dag eri sjálvur eg har. Fyrra versiónin kennist mær rættari at brúka til biltur í dag, meðan hin seinna er beint til jarðarferð. Svenska Lydia Lithell yrkti sálmin í 1947 tíggju ár innan hon doyði, bara 48 ára gomul, sama ár eg varð føddur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Afturvið russiskum murri kanst tú koyra runt fjørðin og njóta sýnið, tá tú kemur út úr Havnartunnlinum, leggur teg í høgra borð úti í Rók og heldur fram í sama borði móti Rituvík og sært Nólsoynna frá hinari síðuni. Hevði eg verið fyrr á fótum, so hevði eg nátt at keypt morgunbreyð í Miðbergs bakaríi, kemur mær til hugs, eftir at eg havi passerað Bláa Kross og Rúsuna, tveir stórar bygningar mitt í handilsgøtuni í Runavík. Hvør av øðru liva má, hugsi eg, og seti spitaran í botn móti Bakarínum á Skála, sum tó heldur ikki er opið.  Men sýnið er gudagivið henda sunnudag og tað einasta eg kundi hugsað mær at lætt um støðuna og serliga ferðslutrygdina, er at bilurin hevði eitt innbygt kamera, so eg kundi trýst á knøttin, so hvørt lendið opnaði seg og ljósið skifti. Tí greitt er, at í lágari sól eru báðar síður av fjørðinum ikki í ljósi samstundis. Á Skála taki eg bygdavegin og njóti sýnið yvir á landið hinumegin. Her kemur dagsins reini, grafiski greiddleiki til sín rætt. Hetta er bæði joga og meditatión ein sunnudag í februar. Mindfulness kanst tú eisini telja við í roknistykkið, sum kostar 75 + 75 krónur. Tað er tað, sæð við vegjaðaran ein sunnudag í kava. Við reinum litum og harmoniskum proportiónum er Skálafjørðurin vælsignaður sum ein svenskur fríkirkjusálmur, meðan eg havi bátahylin á Strondum í bakborð og aftur kavi til Havnar. Listin er ikki til sølu Netflix hevur gjørt tað aftur - ein framúr film við avbjóðandi undirhaldi í nógvum løgum til tey, sum síggja stroymingartænastuna heima í stovuni. Velvet Buzzsaw er heitið á nýggja filminum, sum varð frumsýndur fríggjadagin. Og tað er ikki ein møðsom røð við repeterandi klisjéfigurum við innsettum lesbiskum senum, men ein kompaktur undirhaldsfilmur í spælifilmslongd. Tað er leikstjórin og handritahøvundurin Tony Gilroy (f.1959), sum er úr Santa Monica, ið hevur gjørt sarkastisku nøtri- og ræðusøguna um náðileysa yvirstættarummælaran Morf Vandewalt (Jake Gyllenhaal), sum gongur savn av savni at ummæla modernaða list fyri fremstu miðlar, til hann rennir seg í so fløktar samansvørjingar, at hann má endurskoða bæði tilveru og leiklut sum ummælari. Til ovseint er hjá mest sum øllum. Ein ókendur málari, Vetril Dease, er deyður og verður av tilvild funnin. Hóast hin deyði hevur sagt, at einki skal seljast, er freistingin ov stór, og hann verður heitasta navn hjá kuratorum og listasøvnum. Í júst hesum tørni er søgan ikki ólík eins sarkastiska filminum  Square (2017) hjá svenska Ruben Östlund. Men Velvet Buzzsaw fer nógv longur enn bara at kommentera fyribrigdið list í samfelagnum og samfelagið í listini. Amerikanski filmurin, ið byrjar stuttligur, við framúr fyndigum dialogi, sum springur vælupplagdur munn av munni, krevur offur og verður ein óunniligur blóðdryppandi ræðufilmur við sjokkeffektum, sum eg ikki skal avdúkað, men sum koma fram tá armarnir á forvitna listasavnsgestinum verða stungnir inn í hol at vita, hvat hendir, tí tað er tølandi uppskriftin fyri markleysu nýlistina hjá yvirstættini. Nýggj mørk, at merkja at ein er til, men eisini nýggj hámørk á kassauppgerðini. Allir teir seldu málningarnir, sum er stolnir úr deyðsbúgvinum hjá ókenda manninum, fáa eitt egið lív, ið eins og í Netflixfilminum Bird Box (Susanne Bier 2018) endar við tí vissa deyða fyri áskoðaran, ið letur seg tøla. Eisini tá tatoveringin hjá kvinnuliga høvuðsleikaranum Rene Russo við filmsheitinum, Velvet Buzzsaw , fer at mala á nakkanum og gera um seg sum ein Buzzsaw, fyrr sum punk nú sum veruleiki. Aftur her er John Malkovich ein av lyklaleikarunum hjá Netflix. Ikki fyrr enn málningarnir enda millum fátæk og heimleys á gøtuni heldur deyðadómurin, sum flýtur í kjalarvørrinum á málningunum, uppat. Ein undirhaldandi álvarsøga á Netflix um at skapa hype kring ókenda list fyri at seta hana til sølu, listina, ikki so nógv fyri at vinna pening, sum at vinna makt í listarliga landslagnum. Við hetta lag fer Netflix at verða nýggi moralisturin í altjóða samfelagnum. Velvet Buzzsaw verður eins og Bird Box viðmældur uppá tað heitasta. Øll vilja síggja film Øll vilja síggja film, kendan og miðsavnaðan frá ógvusliga stórum stroymingartænastum, sum bjóða serliga børnum tað nýggjasta av tí nýggjasta, ikki so nógv við fólkaupplýsing, sum við egnum vinningi fyri eyga. Tíðin við fólksligari upplýsing av publicservic-slagnum í lokala skúlanum, mentanarhúsinum ella bókasavninuum er farin. Rákið er beint øvugt av tí individualistiska, sum er frammi allastaðni, har tað verður billað okkum inn, at við at velja í okkara egnu stovu, so eru vit harrar yvir allari tilgongd av undirhaldi, tíðindum og informatión. Halda vit, tí útbjóðarin sigur tað vera so. Tað løgna í tíðini er, at samstundis sum alt ber til í kjalarvørrinum av tankanum um at spjaða og demokratisera útbreiðsluna av talgildum miðlum - information wants to be free - er útboðið meira miðsavnað og stýrt av eftirliti og gjaldtænastum enn nakrantíð áður. Nýggjasta er, at í ein ársfjórðing er tað eydnast stroymingarrisanum Disney+ at fáa 28 milliónir haldarar og at gera tað til tíðindi, tí tað skrivar norski netmiðilin tek.no í dag. Amerikanski netmiðilin The Verge upplýsir samstundis, at filmstroymingartænastan Netflix, sum vit helst kenna best, hevur 61 milliónir amerikanskar haldarar, og at gongdin hjá Disney+ er langt omanfyri allar kendar vónir og ætlanir um at vinna sær ein marknaðarpart. Tað eru tíðindini. Og danski netmiðilin Flatpanels veit at siga, at í mars í ár verður Disney+ eisini at síggja í Evropa. Norski netmiðilin tek.no sigur, at heilt nágreiniliga 24. mars í ár, tað er dagin eftir Norðurlandadagin, sum einaferð var stórur, tá fer Disney+ at síggjast í Stórabretlandi, Írlandi Fraklandi, Týsklandi, Eysturríki, Spania og Italia. Í summar kemur tænastan til Noregs, har tað fer at kosta sjey evrur, ella 71 norskar krónur, um mánaðin hjá fýra brúkarum at síggja Disney+ samstundis. Næsta ár fer Disney eisini at senda frá Hulu til fleiri lond í heiminum. Við ársenda 2019 vóru 30 milliónir Hulu-haldarar. Danski biografurin Grand Teater í miðbýnum í Keypmannahavn er eisini farin at stroyma inn í heimabiografin , so altíð til at hyggja eftir góðum aktuellum filmi. Eftir stendur, at øll vilja síggja film. Gamli trúfasti áskoðaraskarin er ikki horvin, hevur ikki mist forvitnið, ei heldur pengapungin. Áskoðaraskarin, sum vil síggja film, er so pengasterkur, at allar stroymingartænastur vilja eiga og støðugt tryggja sær atgongd til hann. Lukkutíð tryggjar vinnuligi áhugin samstundis, at útboðið av filmi og nýggjum filmiskum frásøguhættum á støðugt nýggjum pallum verður foredlað og fínkað - og alla tíðina førir til nýggjar filmiskar upplivingar. Soleiðis gongur alt hond í hond - bara vit halda forvitnið intakt - og framhaldandi vilja betala fyri at síggja góðan film! Gott at lesa Høgna aftur Meðan føroyingar, sambært ársfrágreiðingi hjá Ríkisumboðnum í tíðini undan sjónvarpi, kundu uppliva, at fleiri enn túsund bløð sirkuleraðu millum hvørji túsund fólk - upplagskontrollur hevur aldri verið í Føroyum - hevur blaðdeyðin síðan verið málaður reyður sum í Mósebókini í hvørjum duri. Tá er hugvekjandi, kveikjandi og eisini stuttligt, brádliga, at síggja Høgna Djurhuus skriva aftur í Sosialinum.  Síðan eg í fyrndini hoyrdi Jógvan Arge spyrja um leveringsdygtigheit - er hasin og handan leveringsdygtig, og síðan staðfesta týdningin av staying power, at blíva við og gera serstakt profileraðar sendingar og annars at skriva uttan íhald - hevur tað altíð verið mær greitt, at miðlaarbeiðið er ikki bara sjálvt avrikið í løtuni, men eisini tann vøllur, sum javnt og samt verður strikaður av. At miðling eisini er at skapa eitt forum, ein heimstað, ella bara ein sjónligan pall, ið er heimstaður fyri reportasjum um og ummælum av list og mentan. Ikki bara uppistøkksfyritøkur, men ein lívseigur stríðsvøllur fyri og ímóti eini vøru, eini framførslu ella framleiðslu, ið tú sum brúkari skalt fyrihalda teg til.  Eisini spreingiknøttar, sum at fyrihalda seg til tað slagið av mentan, har tú noyðist at keypa. Til dømis trýsstúsund fyri ein málning.  Hvussu hava vit tað við at tosa um pengar og list? Hví tosar Kringvarpið bara um pengar og list, tá matgerðarlist fyri smápengar er á breddanum í eini vikuskiftissending, og ikki tá listamálarin í øllum veldi og í øllum miðlum verður heiðraður, uttan at vit nevna ørandi søluupphæddirnar, ið verða umsettar minuttir eftir at framsýningin læt upp, meðan ein sponsorur skeinkir froyandi gratisbrús í gløsini?  Hvør ger av tað selektiva í okkara fatan av listini, tá einki forum er? Er tað bara tilvildin og manglandi praksis? Hevði hetta smaksdómara-skisma ikki verið, um vit høvdu eina virkandi menta- og listapressu, ið gjørdi tað natúrligt at tosa um mentan og list, annan vegin sum tilveruligt fyribrigdi og hin vegin sum umsetilig vøra í brúkarasamfelagnum? Gott at finna gomul akkerspunkt aftur ein uppgangandi fríggjadag.  Tøkk til Høgna og redaktiónina, sum aftur gav honum blaðrúmd. Góða eydnu við fjøltáttaða Vikuskiftisblaðnum. Uttan produkt einki innihald. Og uttan innihald einki produkt. Í hondum lesarans er bara tíðin dómarin.  Men til endans má eg siga, at viðvíkjandi tí innihaldsliga omanfyri eri eg ikki samdur við Høgna, um tú kæri lesari skuldi hildið tað. Men soleiðis skal tað vera. Tað er sum í dualistiska sálmunum hjá Kingo, ið Chr. Matras so meistarliga umsetti: Harmur og gleði í felag tey reika. At gleðast um tað besta og óttast tað ringasta.  Beint nú er tað Vikuskiftið. Falstíðindi hótta fólkaræði 38 ára gamla Charlene White er bretsk sjónvarpsstjørna, sum er í starvi hjá stóra privata Independent Television News (ITN) har hon er vertur í ITV News í London. Eg møtti henni á Bett Show í London í farnu viku. - We all have a responsibility to make sure young people understand the difference between what’s real and what’s fake online. It’s important we give them the tools to navigate the fake news arena, so they can form their own balanced opinions of world affairs, once they have all the facts. Which makes what we do as journalists evermore crucial, sigur Charlene White á Bett Show í London, har hon hevur sett falstíðindi og keldukritikk á skrá fyri skúlafólki og undirvísarum, eisini úr Føroyum. Falstíðindi er fremsta evni hjá fleiri stevnumyndarum, policy makers , sum eru á Bett Show í London í ár. Falstíðindi er ikki bara eitt journalistiskt fyribrigdi í tíðindafloyminum, sum vit vaksnu kunnu tendra og sløkkja fyri, men eisini eitt vandamál hjá børnum og teirra vælveru, sigur bretska blaðið The i, sum JPIMedia eigur saman við The Scotsman og í 2015 varð kosið National Newspaper of the Year. Tilboðini, at forða fyri ringastu avleiðingunum av falstíðindum og manglandi keldukritikki gjøgnum eitt heilt skúlalív, er millum annað at læra yngstu næmingarnar at forrita, sum omanfyri, so at tey eins og í bókini um Gandaða Lyklaholið læra navnið á trøllinum og taka alla makt frá tí, trøllinum. Onnur, eg møtti á Bett Show í London í farnu viku, mæla til kreativa skriving, tekning, og filmsgerð. Tí tey eru kjarnuvirðini, sum skúlin og øll læring byggir á, serliga skriving, sum flestu tykjast hava gloymt í meldrinum av nýggjum gadgets uttan henda, sum á einum háteknologiskum fyrilesturi tekur notat sum ein gamaldags stenografur við blýanti. Omanfyri er kreativur skriviverkstaður og niðanfyri er Melanie Cambridge úr Surrey farin at tekna og mála við bleytum pastellkritum, sum tey selja á básinum. Eina løtu seinni hevur hon eina aðra mynd við somu kritum, ið eisini kunnu brúkast sum vatnlitir. Michael Rosen, professari og barnabókahøvundur, tosar saman við kenda filmsleikaranum, Jason Isaacs, um menniskjansligan dugnaskap og unikkar førleikar, human skills, sum eru seinastu fyribrigdi, sum enn ikki eru at finna í kotum á teldum og excelørkum, tí eginleikarnir enn eru uncodable. Heitið á teirra fyrilestri var Literacy, social Mobility and the Arts in Education. Teir gjørdu greitt, at listin, the art,  er ómissandi í skúlanum og í tilveruni. - Tað er ógjørligt at siga frammanundan um, og hvussu listin verður brúkt, men hon, listin, lærir okkum arketypur úr kollektivu mannasøguni, sjónleik og bókmentir til dømis, kenslur, hugløg og kreativitet. Og so góvu teir bretska átakinum STEM eitt skot fyri bógvin. Hetta eru átøk, sum 30.000 ambassadørar standa fyri í Bretlandi, har karmurin er science, technology, engineering og mathematics, sum tilsamans er STEM. - Hetta hevur kostað og tikið pláss frá listini og kreativu málunum í skúlanum, soleiðis at listin og abstrakti tankin hava mist fótafestið, siga Michael og Jason. Eri rættuliga samdur við teimum um, at listin eigur at finna og taka sítt rætta pláss aftur í skúlanum. Í november í ár fer Brynhild Thomsen, journalistur í Kringvarpinum, at hava skeið fyri lærarum á miðnami og í hádeild í fólkaskúlanum um falstíðindi og keldukritikk, og hvussu skúlin kann taka hesi vandamál upp saman við næmingum í dag. Skeiðið verður lýst nærri tá skeiðsskráin hjá Námi kemur út fyri komandi skúlaár. William á loftinum Hvørt hóskvøld fram til Grækarismessu ber til at lurta eftir skaldsøguni hjá Williami Heinesen Móðir Sjeystjørna . Upplesturin byrjaði tá hildið varð Vetrarljós síðsta vikuskifti og Gunnvá Zachariasen las fyrstu partarnar í intima kjallaranum í søguliga handlinum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, har matstova er í dag. Komandi upplestrarnir úr Móðir Sjeystjørnu verða á loftinum hjá Katrinu Christiansen hvørt hóskvøld klokkan átta. Tiltakið, har sjónleikarar fara at lesa, rópast skýmingarløta. - Unni tykkum eina løtu, har tit lurta eftir einari beinleiðis framhaldssøgu eftir føroya fremsta rithøvund William Heinesen, siga upplesararnir, sum umframt Gunvá Zachariasen eru Ria Tórgarð, Búi Dam, Páll Danielsen, Marita Dalsgaard, Anfinnur Heinesen og at enda Jensina Olsen og Gunvá Zachariasen. Tey fara at lesa í nevndu røð og hvør upplestur tekur umleið 40-50 minuttir, og kostar so lítið sum 40 krónur. Innkomni peningurin fer til Williamshús. - Tú, kæri lurtari, kanst koma og lurta øll sjey kvøldini, ella tá ið tað liggur fyri. Kanska missir tú onkrar partar av skaldsøguni, soleiðis er lívið. Søgan heldur tó fram, tí hetta er ein framhaldssøga, live upplestur, sum einans er til í løtuni. Kom upp á loftið hjá Katrinu Christiansen Matstovu, set teg niður, lat fartelefonina liggja í lummanum, njót friðin og nærveruna og LURTA, meðan vit lesa Móðir Sjeystjørnu, siga upplesararnir. Koppseta á leiðslugongini Tað ljóðar sum ein krimisøga, skrivað í aktivari nútíð, sum í komisku samdøgursfrágreiðini hjá donsku løgregluni, tá okkurt er hent, sum greiða skal fáast á.  Men kava vit í evnið, so eru vit í vitbornum høpi, sum ikki bara er ein fløt flá, elatunn sum ein ostaflís, men er grivið djúpt úr okkara egna veruleika, her vit øll hildu okkum ganga trygg og lýðin við munnbindi og hondspritti, men nú mugu taka til okkum henda sannførandi og óbehagiliga nærverandi tíðindafloym, ið er sum í fiktivum krimisøgum hjá Jógvani Isaksen, men nú er hands on aktuellur úr okkara egna veruleika undir kørgu yvirskriftini Koppsett á leiðslugongini, krimisøgan í Degi og Viku, sum ikki longur er nøkur hvørsmanssproyta, nei, skuldi man havt gloymt, hvat avdúkandi, borandi og gravandi journalistikkur er, og um tað er fakta ella fiktión, og at munur er á høgum og lágum á bygd og í bý í okkara pinkusamfelag, so er at hyggja her og læra, hvussu hesar frásagnarligu hevdir verða pallsettar, tá tær faktuelt eru bestar.  Longdin er sum ein premiuvinnandi stuttfilmur, trettan minuttir. Samansetta avrikið er dygdargott lagað frá grundini við tí besta frá vertsjournalisti, gravandi journalisti, filmara, klippara og grafikara. Øll nøvnini upplýst við respekt fyri credit, sum í einum røttum endaskelti, har alt er um at gera, at eingin av teim framleiðandi eru tengd at dómsnevndini, heldur ikki í tøkkum fyri rekvisittir og onnur góðaráð, men eru óheft.  Í upplýsingarfeltini er eisini skrivað beinleiðis, og so støðini Tórshavn og Klaksvík. Og her er grivin whodonnit spurningurin í krimisøguni.  Í mótvindi úttandura spruttar havnarleikarin og øsir seg upp fyri opnari mikrofon og tendraðum heimskamera, eini reyð hús síggjast til vinstru, so eg haldi fyri vist, at vit eru við Sjónleikarhúsið hjá Tórgarð frá 1926, meðan klaksvíksleikarin er fryntligur inn á gongini og hevur tikið allar kvinnuligar eginleikar til sín, eyðmjúk, tí hon enn ikki hevur fingið sproytuna, sum tey siga, at fáa sproytuna, ið eg fati sum eina umskriving fyri at verða tikin av døgum the American way.  At stættarsamfelagið kundi avdúkað seg sjálvt so eiggiliga sum í hesum føri er ein forering fyri føroyska sjónvarpsgerð og í øðrum lagi hyggjaran. Man kundi næstan smíðað víðari og gitt, at nú tey vóru á kyndilsmessuveitslu valdu tey at koppseta øll tey møttu veitslufólkini, og so nøkur sum stóðu uttanfyri og royktu. Og hóast undirsjóvartunnil vóru tey í Klaksvík slettis ikki boðin við. Longri røkkur trúvirðið ikki, nú skamtarnir skulu spjaðast út um tað ganska land enntá í tveimum umførum. So lætt er at skeikla trúvirði í almenna rúminum. Gudviti, nær eg sjálvur fái pláss og tíð, og um eg eri í aftasta ella næstaftasta vaksinubólkinum, ella um mítt fakfelag nú fer at leggja seg so mikið tvørt fyri, at vit rykkja longur upp í deildini, sum var tað ein fóbóltsdystur fyri Fólkaheilsuráðið. Tað er Geytatíð og hesir trettan minuttirnir av redaktiónsgongdini hjá Degi og Viku eru so væl settir saman, at teir eru ein upplagdur vinnari í faktasjangruni.  Aðalroyndin og grundleggjandi tankin handan Glasir eitt fríggjakvøld Fyri tíggju árum síðan segði Egon Øregaard, at sangleikurin Jesus Christ Superstar var aðalroyndin, tá hugsað varð um komandi Skúladepilin við Marknagil. Tá sóu 8000 fólk leikin í Norðurlandahúsinum. Á heimavølli í dag sigur rektarin, Steinbjørn Hardlei, at sangleikurin Cabaret ítøkiliga vísir, hvør grundleggjandi tankin handan Glasir er. Fríggjakvøldið sá eg leikin Cabaret við støði í handritinum hjá Joe Masteroff (1919-2018) og sangunum hjá kendu samstarvsfeløgunum John Kander (f.1927) og Fred Ebb (1928-2004), sum eisini gjørdu eyðkennissangin til Scorsesefilmin New York, New York , ið aftur bleiv signatursangur hjá Frank Sinatra. Eftir at hava keypt atgongumerki á netinum og fingið nágreiniligar instruksir um at skriva atgongumerkið út í A4 stødd og hvussu kotan verður lisin við hurðina, komu eini so innbjóðandi og tænastusinnaði afturboð, sum eg aldrin havi sæð áður í sambandi við eina keypta mentanaruppliving. Hetta er marknaðarføring, sum varpar ítøkiligt ljós á eina uppliving, ið verður sett til sølu. Framúr! Innkomin í Metropolis, hesa ídnaðarligu framtíðarmaskinu, sum eg í kalda fríggjakvøldsljósinum fati Glasir, vinkar ljóðmaðurin Hjalmar, sum saman við Jann hevur serviserað Holocausttiltakið í Danisfrøi og á Giljanesi av einslistum hesa vikuna. So er støðið lagt, og eg hugsið natúrliga um aktuella Holocausttiltakið úti á skúlunum. Og ein enn fryntligari Sunva bjóðar mær straks at sita longur frammi og betri fyri, um eg havi hug. Eg taki av men varnist, at pallbotnurin í hesum ovurhondshøga og rúmliga atrium, er bundin at, hvar tú situr. Júst her eg nú siti á aðru røð úttalaga til høgru, er ljósið náttklubbaheitt, og tølandi dansigenturnar í dekadentu millumkrígsárunum sita nú beint framman fyri mær, sum í Slangens æg hjá Bergman, hin besti av teim ókendu. Rebekka B. Jensen er mitt fyri, og hugtekur meg allan leikin í gjøgnum, sum ein Susse Wold í besta femme fatale blóma, støðugt á kantinum til tað vulgera, syngur gamaní, men kløkkar meg, tá hon opnar munnin at mussa eina aðra, ja eina aðra. Framúr! Við antisemetismu og hóttandi nazismu sum baksýni verður samkyndi tematikkurin ein framhaldandi klangbotnur, serliga við Ragnari Marr Erlandssyni, ið er Bobby, sum fremsta eksponenti. Kendi sangarin Beinir Troest Rasmussen (Victor) er vorðin vaksin og hyggur so leingi í eyguni á Anniku Repond Sørensen (dansari), og hon í eyguni á honum, at eg veri heilt illa við. Í næstu løtu er hon blondina og gleðisgentan Fräulein Kost, ið dregur nógvar matrósar til sín. Her er skakandi á Kit Kat klubbanum, og mær kemur í einum splittsekundi til hugs søguna um bygdardrongin, sum ruddar á handilsgólvinum, tekur brúkta sjokulátupappírið upp, og meðan hann gongur tey tvey fetini móti skrellispannini lesur Tak-Tik, og restina av ævini lærir seg henda eginleika, taktikk, í lívsins avbjóðingum, og aldri gevur sær far um, at hann lesur sjokulátulesnaðin á ranguni. Soleiðis kanst tú velja at fata innbjóðingina til Kit Kat klubban í Weimar republikkini. Her møtast fólk, sum í ivasamum tíðum venda ranguna út og savnast um ein taktikk at yvirliva. Andreas Samuelsen er stjóri fyri øllum í Kit Kat klubbanum, master of ceremonies, sum skráin sigur, og hann megnar alt samalt við útfarandi leiki og briljantum sangi afturvið. Framúr! Alt er so sannførandi, at eg má minna meg á, at tónleikurin er laiv við næmingum úr Tórshavnar Musikkskúla har uppi til vinstru. Eitt Märklin tok koyrir eftir senuni. Fantastiskt hugskot, men minimalisman hevði komið betri til gagns og lívgað industriella rúmið, um eitt laiv kamera filmaði frambrúsandi tokið og varpaði tað upp á svalan, har ferðamenninir sita á tokstøðini, høvundurin Clifford Bradshaw (Magnus Reinert Gásadal) og nazisturin in spe Ernst Ludwig (Bárður Petersen), tá leikurin byrjar. So eri eg seldur. Hin føroyski Bradshaw er framúr. Havi nýliga sæð hann á stuttfilmi á reyðum traktori, gamaní við eini gentu eisini, men nýggja andlitið er so framúr, at eg allar fyrst hugsi Adam Driver og so ein farra av Ryan Gosling kring hetta nýggja andlit. Og so hevur hann framúr sangrødd og er væl koreograferaður sum øll hini. Framúr! Sally Bowles (Bjørk S. Lamhauge) er ikki aftanfyri, um avrikið skal javnmetast, sum er torført í hesum organiskt samanhangandi kollektiva leiki, har alt verður tvunnið saman í eina upplivilsissterka løtu, so tú er púra paff, so framfýsin og brúsandi lívsfrísk hesi ungu - og tey tvey gomlu - eru. Tey bæði eru Kinna Poulsen, ið er Fräulein Schneider - upprunaliga við eysturríksku sangarinnuni Lotte Lenya - sum leigar kømur út í trongu tíðunum, og Høgni Debes sum er jødiski frukthandlarin Harra Schultz. Saman við nazistainnrásini, sum Ernst Ludwig og teir tríggir ungu fimleikarnari hondfast ímynda, gevur hesin partur eina nýggja og álvarsligari dýpd í leikin. Teirra sangir eru eisini framúr hugtakandi í skarum reinleika, sum í øllum rummalareigginum liggur leingi á. Framúr í hesum Holocaustdøgum! Hetta er ein leikur við størsta skúlaberattigilsi. Allir skúlar, ið nema við týskt, eiga at síggja henda leik og arbeiða við honum. Og teir lærarar, sum í vikuni hava nomið við Holocaust og hugtakið Ongantíð aftur , fáa her forerandi eina topnotch og Spizenklasse pallseting, sum á heimavølli ger Weimar republikkin og tey villfarnu og dekadentu týsku millumkrígsárini livandi fyri okkum. Og tað so sprelllivandi. Framúr! Ivist í, um øll hoyra heima á Glasir, men lat tað fara í hesi løtu. Eg hefti meg í størri mun við, hvussu ofta eg havi sagt og skrivað framúr, og hvussu sjónliga væl øll hava samstarvað um alt, ið ein pallur altíð byggir á. Fleirfalt framúr! Jens Kristian Vang tók myndirnar fyri Portalin , sum eru endurgivnar við loyvi, men uttan nazimerki á arminum. Tey merkini, ið minna okkum á orðini "Ongantíð aftur", mást tú fara út á Glasir at síggja. Kyndilsmessa Í dag er kyndilsmessa, missa candelarum, sum eisini sást á himmalinum, hvar tú so hugdi á hválvinum, meðan dagurin leið, ljósið skifti og ælini løgdu seg millum landið og sýnið. Ovara og niðara myndin eru tiknar fyrrapartin úr túninum á arbeiðsplássinum á Hoyvíksvegnum við sýni suður millum Borðuna og Glyvursnes við Skálhøvda dagandi upp úr havsbrúnni.  Niðanfyri eru vit seinrapartin við iPhone í FK túninum í Hoyvík og síggja uppeftirbrestandi skýformatiónir yvir Eysturoynni og so eina loftspegling á bilsíðuni á parkeringsplássinum. Sigst, at nú er helvtin av vetrinum liðin. Kanska stavar mannfólkanavnið Veturliði frá hesum góða degi, sum eisini er Groundhog Day, ein amerikanskur og kanadiskur siður, kendur úr samnevnda filminum, sum tekur støði í ljósi og skugga, sum eitt murmildýr kastar á einum skýfríum degi. Enska Wikipedia sigur um hesa ørvitissøgu. Á okkara leiðum hevur verið sagt, at kyndilsmessa tekur stálið av vetrinum, og at nú hevur veturin mist annað beinið. Ein hálv økt, hálvur annar tími, er komin afturat degnum. Men í kalendaranum stendur eisini at kasta kráku, at vita úr hvørjari ætt makin skal koma. Vit taka ein torvmola, ein stein, ella eina fløgu upp eftir enda, medda eftir einari flúgvandi kráku og siga so: ”Eg kasti ein stein, tær ikki til mein. Eg kasti eitt bein, tú ber tað heim. Eg kasti torv, so er krákan horvin”. Alt eftir hvønn vegin krákan flýgur, haðani fært tú makan. Ájú. Og so sigst eisini at kyndilsmessa var til minnis um Mariu moy, sum vitjaði í halgidóminum fjøruti dagar eftir føðingina, so sum siður var hjá jødiskum konum tá í tíðini. Kyndilsmessa er sostatt 40. dagurin jóla, alt íroknað. Henni og Jesubarninum til minnis vóru kertur og kyndlar tendrað í kirkjum, og av hesum uppruna er latínska heitið missa candelarum. Fekk gávu frá Maluni Tá hin í Føroyum kendasti danski filmsleikarin, 70 ára gamli Jesper Christensen, í gjárkvøldið fekk høvið at enda Tórshavnar Filmfestival, TÓFF, við nýggja filminum ”Før frosten”, fekk hann eina gávu frá Maluni Fosaa. Gávan var ein svørt butterfly úr føroyskari laksaskræðu og mansjettknappar. Nakað somu gávu fekk danski krúnprinsurin frá Føroya Løgtingi, tá hann fylti 50. Í gjár gjørdu Malan og tær eina gávu lidna, sum er ætlað danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen. Jesper Christensen var sorinskrivarin í ”Barbara”, ið er mest sæddi filmur í Føroyum, hevur tríggjar ferðir spælt við í James Bond filmum, og er nú høvuðsleikarin í nýggja danska filminum ”Før frosten”, sum Filmsfelagið vísti á TÓFF í Havnar Bio í gjárkvøldið, tá høvið varð at møta Jesper Christensen. Undir leiðslu av Tinu í Dali Wagner, stjóra í Filmshúsinum, greiddi Jesper Christensen frá um leiklutin og yvirhvøur at spæla á filmi í eini 40 ár. Eisini svaraði hann eini rúgvu av spurningum úr fulsetta salinum. Nú filmstevnan TÓFF varð hildin á triðja sinni, eru Filmsfelagið og Havnar Bio sloppin uppí part. At síggja film í felag er týdningarmikið, hóast flestu filmar kunnu síggjast á teldu heima í stovuni. Felagskenslan, sum sprettir úr at síggja film, er sterk, og fer helst aldri at hvørva. Tí tað er í biografinum, at filmur skal síggjast. Ikki minst, tá høvuðsleikarin er til staðar. Tað eru partarnir, sum standa saman um TÓFF, samdir um. Umframt Norðurlandahúsið, har Inger Smærup Sørensen er samskipari, eru samstarvandi partarnir í bókstavarøð: Faroe Islands International Minority Film Festival, Filmsfelagið, Filmshúsið, Filmsfjepparafelagið Hygga Síggj, Føroysk filmsfólk, Havnar Bio og Klippfisk. Er filmurin góður ella týdningarmikil? Inngangsorð til filmin "A Hidden Life" (Terrence Malick 2019 USA 173 min) í Filmsfelagnum 26. februar: Er filmurin góður ella er hann týdningarmikil? Tað er so ymiskt, hvussu vit fata film ella bara hyggja eftir filmi. Tað er eisini so ymiskt, hvussu vit síggja ein film, hvussu kringumstøðurnar eru, ella hvussu vit minnast ein film, sum vit kanska alt okkara lív hava borið uppá. Kanska rivnar minnið, tá vit síggja filmin umaftur. Og lat meg beinanvegin siga, at tað var her inni at eg sá “In The Heat of the Night”, helst 12 ára gamal í 1969. Tá var filmurin tvey ára gamal. Havi nýliga sæð hann aftur meir enn einaferð, og hann stendur skærari enn nakrantíð. Fyrst tónleikurin hjá Quincy Jones og so hin tyggigummityggjandi suðurstatsflødabollin Rod Steiger í gulum brillugløsum, móti svarta Sidney Poitier, ið má berjast fyri sínum persóni, sínum rættindum, sínum faki, sínum fólki, sínum egna myndugleika, ið verður pilkaður niður, innan hann talar at, ella kundu havt brostið í einum blóðrúsi, sum í “Parasite” ella “Joker”. Men tað ger hann ikki, góði filmurin frá 67, sum fyri eftirtíðina verður týdningarmikil, á sama hátt sum Martin Luther King og plátan hjá Elvis “If I Can Dream”. Soleiðis kunnu vit eftir ymsum sniðgøtum logga okkum inn á eina rás at finna týdning í filmsupplivingini, í einum myrkalagdum tennisdysti millum lítla heilan og stóra løriftið, tá vit taka kognitiva vitan í brúk at avkoda ein film, og fáa eins nógv upplivilsi, sum fólk eru inni. Í nýggjaru søguni hjá Filmsfelagnum vísa vit bara nýggjan film. Tað hava vit gjørt í seks ár her inni í biografinum, tí einasta, ið hevur eina rættuliga samanhangandi søgu sum biografur aftur til 1962, tá hann nýbygdur lat upp og longu tá hýsti fyrsta aðalfundi í Filmslistafelagnum, sum tað tá æt. Hesi seks árini hava vit - umframt traditionella góðskuparametrið, sum ummæli hjá Peter Bradshaw í The Guardian og Bo Green Jensen í Weekendavísini og samantalda styrkitalið á Metascore - eisini lagt okkum eftir einari nyttufilosofi. - Er hasin filmurin týdningarmikil at seta á skránna, er nakað betrattigilsi at seta júst handan filmin á skránna fram um hin? Vit eiga ikki biografin, men kuratera, vegleiða filmslistarliga undir navninum Filmsfelagið, tá biografurin vísur film mikukvøld. Eisini tá onnur úti um landið spyrja seg fyri um tað sama. Í hesum kuraterandi leikluti undir heitinum Filmsfelagið hava vit umframt alment metta góðsku, eisini lagt okkum eftir nyttu. Er filmurin nyttugur at vísa í okkara hølum, her og nú. Er nakað í okkara samfelag, sum ger tað í minsta lagi týdningarmikið og besta føri neyðugt at vísa jústa henda nýggja filmin fram um hin beint nú. Vit hava víst tveir nýggjar norskar religiónskritiskar filmar. Nýggjasti er “Disco” og hin næstnýggjasti er “Thelma”. Báðir týdningarmiklir filmar at vísa í Føroyum, har hevdvunna religiónin á øllum pallum hevur sterka makt, kann henda enn sterkari enn í grannalandinum Noregi, uttan at filmurin tó verður ókristiligur. Kanska tvørturímóti. Teir leggja upp til dialog. Í Apostlasøguni stendur ein søga um at vinna sjónina aftur. Samanhangurin er ov drúgvur at koma inn á her, men skrivað stendur: “Og alt fyri eitt fell tað eins og skøl frá eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur; og hann stóð upp og varð doyptur.” Ein nýggj sjónligheit lat seg upp. Ein nýggj visualisering varð framkallað, legði seg undir eygnalokini og skapti nýggja fatan. Her er kjarnin í neyðturviligheitini at vísa týdningarmiklan film og ikki bara film eftir góðskuparametrinum. Mest skakandi filmar, sum Filmsfelagið hesi seks árini hevur víst, hava verið vístir eftir áheitan frá ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn. Tey vildu rinda og opna dyr, um vit kundu finna fram til og fáa til vega film úr Ísrael, sum eftir innlendskum heiðurslønum at meta kundu sigast at hava týdning. Alt samalt í eini ætlan at fáa tað landið lýst í einum nútíðarljósi fyri einum nýggjum føroyskum klientelli og nútíðar biografgangarum fyrst og fremst her í hølunum, og so í donskum biografum og í Grønlandi. Fyrra árið varð høvuðsfilmurin “The Cakemaker” og seinna árið “Red Cow”. Ísraelski friðarfilmurin “Foxtrot” varð eisini partur av pakkanum. Hann vísti á krígsins æviga meiningsloysi, sum einki flytir, tí heitið “Foxtrot”, eisini tá markið og hermótið er Ísrael. Kúlurnar, krígsídnaðurin og krígsbureaukratiið ikki kenna landamørk. Ísraelski sendiharrin innleidi sýningarnar í øllum førum. Men tolsomu ísraelsku sýningarnar provokeraðu føroyska áskoðaran so nógv, at fleiri rýmdu. Tað taki eg sum tekin um, at vit hava rakt ikki bara góðar nýggjar filmar, men neyðugar nýggjar filmar, kanska teir mest neyðugu filmar at vísa í Føroyum í nýggjari tíð, kanska nakrantíð, alt síðan biografdrift byrjaði her í landinum í 1907. Á sama hátt havi eg tað við leikstjóranum úr Texas, Terrence Malick. Hann er í mínum eygum tvingandi neyðugur, tí hann skapar eitt poetiskt myndamál. Tað er drúgt og seigt og fer sjálvdan sjálvsagdar leiðir, men uppdyrkar, ikki minst við voice over, tað hástemt strembandi hjá andborna leikstjóranum, sum gavst at lesa heimspeki í Oxford, tí hann í 60’unum fór at klandrast við vegleiðaran um Kirkegaard, Heidegger og Wittgenstein. Og so er spesifikka evnið í nýggjasta Terrence Malick filminum ein pasisfistur á einum bóndagarði í Eysturríki, ein samvitskufullur krígsnoktari, Franz Jägerstätter, sum fekk 36 foldarár, men á 100 ára degnum í 2007 varð gjørdur halgimenni í katólsku kirkjuni, tá Joseph Ratzinger ella Benadikt XVI var pávi. Variety, sum er heimsins elsta filmstíðarrit, hevur í ummælaraskaranum ein, sum rópast Owen Gleiberman. Hann skrivaði soleiðis úr Cannes, tá hann fyrstu ferð sá filmin. Danski ummælarin Bo Green Jensen setir filmin millum vitborna kuldan frá Stanley Kubrick og undrandi trúnna hjá Andrej Tarkovskij. Nú hava vit so lagt risastóru søguna í eitt pinkalíti nøtuhylki, sum blást upp á løriftið er um Nazitýskland, kirkju og trúgv - og nemur við Holocaust, sum beint nú hevur verið frammi í skúlunum. Lad gå at leikstjórin, sum aldri vil verða stýrdur, sigur, at filmurin er ikki biografiskur, men bara tekur listarligt støði í jarðisku søguni um hin æviga Franz Jägerstätter. Við hesum báðum tættum, Nazitýsklandi og Holocaust, sum fara um eitt 75 ára hvarv, gerst filmurin “A Hidden Life” týdningarmikil at vísa. Tí hava vit í Filmsfelagnum latið okkum stýra av hesum parametri - tí týdningarmikla. Og søgan heldur fram. Næsta mikudag er Femifagnaður á skránni og tá vísa vit “The Cave” úr Sýria. Tann filmurin hevur júst vunnið virðisløn sum most valuable documentary of the year, týdningarmesti filmur í eitt ár, á stevnuni Cinema for Peace í Berlin. So at filmur eisini er týdningarmikil miðil er ikki bara nakað, sum vit halda uppá í Filmsfelagnum. Tað er í hesum ljósi, at vit nú fara at hyggja eftir longsta filmi í Filmsfelagnum í seks ár: “A Hidden Life” hjá Terrence Malick. Gerið so væl! (Birgir Kruse) Filmur um barnadeyða og sjálvmorð vinnur Geytan Barbara Lervig vann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina fyri filmin Handanland. Ingun í Skrivarastovu var framleiðari og leikarar vóru Johanna Roos Slættanes, Kristina Sundar Hansen og lítli Rókur. Seytjan filmar komu inn til níggjundu Geytakappingina, og níggju filmar vórðu valdir út til Geytakvøldið, sum varð sent í sjónvarpinum. Geytin varð fyrstu ferð hildin eftir uppskoti frá Nils Halm í 2012. Ein útvarpsmaður vil tó verða við, at Geytin byrjaði við sendingunum Agurk í 2005. Finnur Koba var framúr hvassur og væl upplagdur vertur, eins og øll undanfarin ár. Umframt vinnarafilmin Handanland, vóru hesir filmar í ár í kappingini um Geytan, sum Runavíkar kommuna letur 35.000 krónur til, og Áskoðaravirðislønina, sum Tórshavnar kommuna letur 25.000 krónur til: Perlan, Terji Mohr, Skúla scam, Tóki Jansson, Móðir / Kata, Heiðrik á Heygum, Spillarin, Dina Fríða Poulsen, Karlo og Luddi, Rói Davidsen, Storymusic, Franklin Symphor Henriksen, Kavakríggj, Leann á Kósini og Kall frá kollektiva skúlanum Nóllywood. Tvær ferðir fyrr hevur ein og sami filmur vunnið bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina. Tað var í fyrra føri Skuld hjá Heiðriki á Heygum í 2014, og í seinna føri Et knæk hjá Andriasi Høgenni í 2016. Kendi danski filmsleikarin, Maria Rich, sum varð mest týðandi leikari í sjónvarpsrøðini Bedrag og fer at spæla Karla í Trom, var við í filminum hjá Andriasi. Barbara Lervig er fyrsta kvinna, sum hevur vunnið Geytavirðislønina. Barbara var produserassistent í sterka virðislønta danska filminum Holiday, sum varð upptikin í Bodrum í Turkalandi á vári í 2017. Filmsfelagið vísti filmin beint fyri jól í 2018. Fyrsta kvinna at vinna Áskoðaravirðislønina, sum Tórshavnar kommuna hevur latið øll árini, Geytin hevur verið til, var Annika á Lofti í 2012. Síðan hava Maria Guldbrandsø Tórgarð vunnið Áskoðaravirðislønina í 2018 og Julia í Kálvalið í 2019. Dómsnevndin taldi í ár hesi fólk: Rannvá Jónsdóttir fyri Filmsfelagið, Sakaris Stórá fyri Føroysk Filmsfólk, Pætur Marjunarson Dahl fyri Klippfisk, Hans Petur Hansen fyri Kringvarpið og Tina í Dali Wagner fyri Filmshúsið. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, handaði høvuðsvirðislønina, sum er Geytin, og Kristianna Winther Poulsen, limur í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, handaði Áskoðaravirðislønina. Fyri dómsnevndina kunngjørdi Pætur Marjunarson Dahl hesa orðing um vinnaran: "Vinnarin av Geytanum 2021 hevur megnað at hugtikið og vakt virðing hjá dómaranevndini við einum ambitiøsum og inniligum stuttfilmi. Tá talan harafturat er um fyrsta veruliga filmsavrikið hjá leikstjóranum, er tað eisini sera djarvt av leikstjóranum at fara í holt við at viðgera nakrar so tungar og alvorligar eksistentialistiskar spurningar, ið eru torførir at bera fram hjá teimum mest royndu filmsfólkunum. Men hetta loysir filmurin hegnisliga við einari blanding av góðum sjónleikaraavriki, einfaldari og munagóðari visuellari nýtslu av føroysku náttúruni, stílreinum framleiðslusniði og einum bjartum frásøguvendið í endanum, ið gevur eina vón í vónloysinum. Hóast evnið og tað føroyska landslagið í filminum er væl kent, so megnar leikstjórin við síni egnu serstaku rødd at geva frásøguni sín persónliga dám. Og tað er ikki lítið av miklum. Hetta hevur, sum sagt, hugtikið og vakt virðing hjá limunum í dómsnevdini, og dómsnevndin vil somuleiðis viðurkenna hetta djarva lopið inn í filmsheimin við Geytavirðislønini. Framtíðin hjá hesum leikstjóra er spennandi og vóngevandi - og somuleiðis framtíðin hjá hesum nýggja ættarliði av føroyskum filmsfólkum. Vinnarin av Geytanum 2021 er: Handanland eftir Barbaru Lervig." Til lukku við einum sjáldsama sterkum filmi, ið poetiskt og varisliga byggir á so døpur evni sum barnadeyða og sjálvmorð. Næsta ár verður kappast um hin tíggjunda Geytan og eins drúgvu Áskoðaravirðislønina. Spennandi verður, um nakað serligt verður gjørt burturúr tíggjunda Geytanum. Andrias fær Geytan á triðja sinni Hann pitchar longu næsta filmin, ein ovurfegin Andrias Høgenni við Geytastandmyndini í hondini í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, tá hann vann Geytan á triðja sinni. Fyrstu ferð var fyri Stina Karina í 2015 og aðru ferð fyri Et knæk í 2016. Í fjør vann Trygvi Danielsen, Silvurdrongur, Geytan fyri filmin 111 góðir dagar. Í ár varð Runavíkar kommuna sponsorur, so tað fall borgarstjóranum, Torbirni Jacobsen, í dagligari talu Tobba, í lut at handa vinningin, sum er Geytastandmyndin og 30.000 krónur. Tað gjørdi Tobbi við eini rimmartalu at stimbra føroyska filmsumhvørvið og við eini stuttligari søgu um Geytan, sum einaferð var komin krímraktur til Runavíkar at vísa film, og fekk 100 C-vitaminir, sum hann slúkti í einum. Tobbi vísti eisini eina linsu úr gamla Glyvra bio, sum mentanarsamskiparin í kommununi, Bárður Højgaard, segði, varð brúkt at skifta millum formatini. So varð grundgevingin frá ein samdari Geytadómsnevnd borin fram. Hon var soljóðandi: Menniskjan er ein sosial vera. Metingarnar at finna ein Geytavinnara byggja á søgu, filmiskt frásøgusnildi og tøkni. Dómsnevndin er samd um ein vinnara, sum livir upp til øll hesi krøv. Filmurin er so hegnisliga gjørdur, at hann heldur forvitnið intakt, tí hann balanserar millum at vera komiskur og tragiskur, samstundis sum søgan er merkt av eini menniskjansliga skroypiligari javnvág og geografiskari bíðistøðu, sum skerpar støðuna. Hvussu oftani hevur tú ikki roynt at sleppa undan at møta einum persóni í eini gerandisstøðu, sum til dømis til handils? Orsøkin kann vera at finna langt undan, tá eitt gerandisval, sum tú tá gjørdi, nú fær fylgir. So nógv hava meldað til Geytan, at vit kunnu við vinnaranum í dag í huga, spyrja, hvat er tað, sum blokerar fyri teirri góðu søguni? Hon er ikki søgd í breiðum formati, men í 4:3 formati. Søgan lendir inni á tí mest sosiala, sum sosiala menniskan tekur sær fyri - Facebook. Vinnarin er: Ikki illa meint. Nú fer filmurin hjá Andriasi Høgenni at liva sítt egna lív, og við hesum filmi sum støði fær áskoðarin nú størsta leiklutin. So sterkur miðil er filmur. Til lukku! Ole Wich tók myndirnar frá handanini. Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015, Andrias Høgenni í 2016 fyri Et knæk, Trygvi Danielsen, ið eisini kallar seg Silvurdrongur, fyri 111 góðir dagar í 2018 og Andrias Høgenni fyri filmin Ikki illa meint í 2019. Áskoðaravirðislønina, sum Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini í Tórshavnar kommunu handaði, fekk Julia í Kálvalíð fyri filmin Omman. Ole Wich tók myndina. Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016, Maria Guldbrandsø Tórgarð fyri Maðurin við blæuni í 2018 og Julia í Kálvalíð fyri filmin Omman í 2019. Semja var millum fleiri av gestunum til Geytatiltakið og tey, sum vanliga ganga í Filmsfelagnum, at nú er støðið so høgt at gera føroyskan film, at ein leikaravirðisløn eisini eigur at verða stovnað. Verður tað til veruleika, so er at finna ein sponsor beinanvegin, so tríggjar virðislønir verða næsta ár, ein Geytavirðisløn, ein áskoðaravirðisløn og ein virðisløn fyri leikaraavrik. Livst, so spyrst. Takk fyri eitt frálíkt tiltak, sum so nógv stóðu saman um í Norðurlandahúsinum! Nógvar dyr latnar upp, nú Sakaris ger nýggjan film Sum filmsleikstjóri kennir Sakaris Stórá seg heima í Berlin. Her var hann fyrstu ferð í 2010 á talent legu í eina viku fyri ung fólk, ið hava kosið sær film sum listagrein. Á myndini niðanfyri sæst hann longst til høgru. - Tað var læruríkasta vikan í lívum, sigur Sakaris í Kaffihúsinum í Havn í dag, júst afturkomin úr týska høvuðsstaðnum, sum hýsir heimsins stórstu filmsstevnu mált eftir áskoðaratali. - Hugsa tær, hvussu nógv føroyskur filmur hevur flutt seg hesi árini síðan 2010. Tá varð filmur fyri meg nakað ræðuliga fremmant, og føroyskur filmur var í og fyri seg rættuliga fremmandur, hóast vit í mong ár hava átt Katrina Ottarsdóttir. - Eg var akkurát liðugur á filmskúla í Noregi, og visti ikki, um eg skuldi verða verandi har, ella flyta heim til Føroya. Tí fyrst filmur og síðan Berlin vóru so stór upplivilsi fyri meg, og knappliga er mann partur av einum altjóða netverki, at tú verður í iva, sigur Sakaris, leggur telefonina á borðið og tekur kaffikrússið í hondina. - Minnini frá 2010 sita sterk, tí alt var so stórt tá. So var eg á Berlinale í 2014, tá Vetramorgun vann, tað var sjálvandi ein enn størri uppliving. Men fyrrárið fann eg útav, at mann kundi verða við aftur, um mín verkætlan bara hóskaði til lab-statiónirnar, sum tey hava. Tá hevði eg skrivaði nakað, sum eg seinni skilti hóskaði væl og eisini var í røttu prosessini. Nærum 500 leikrit úr allari verðini blivu send inn og 10 vórðu vald út. Mítt varð eitt teirra. Mann lærdi nógv um tað at skriva til film, og vit sótu og arbeiddu saman frá morgni til myrkurs. Hini vóru úr Italia, Meksiko, Argentina, Týsklandi, Grikkalandi, Ísrael og Palestina. Altjóða heitið er The Last Paradise on Earth , um eina familju, sum stríðist við tilveruna í einum heimi, sum er í eini broytingartíð. Aktualiteturin í søguni, tað at hon er her og nú, hevur helst havt týdning, tá dómsnevndin gjørdi av, at vit skuldu vinna virðisløn fyri hesa søgu, sigur Sakaris. - Tað er fyrstu ferð, at eg havi arbeitt við eini verkætlan, ið tekur støði í einum flakavirki, gamaní ikki tí, eg sjálvur arbeiddi á, men eg havi tó arbeiðsroyndir av einum øðrum flakavirki í útvið fýra ár, so søgan er inspirerað frá tí umhvørvinum og teimum royndunum. Allur tann heimurin er í eini broytingartíð, eisini í Føroyum. Tað er umráðandi fyri meg, at fáa hetta lýst, og tað í eygnahædd. Tí havi eg sjálvur valt at skriva handritið til henda filmin. Dreymar við Havið skrivaði eg saman við Marjun Syderbø Kjelnæs, sum mær dámdi serstakliga væl. Men í hesum føri er evnið nærri hjartanum. - Jón, sum sæst á ovastu hæddini á myndini omanfyri, er annar føroyingur, sum hevur verið í Berlin í hesum høpi. Nøkur hundrað projekt úr allari verðini søkja og 10 vera vald út. Við Jón sum framleiðara varð The Last Paradise eitt teirra. Eg var við sum leikstjóri. Av hesum 10 vórðu so trý vald út at “pitcha” framman fyri eini stórari dómsnevnd. Har varð okkara verkætlan vald sum hin mest lovandi, tí vunnu vit ”pitchið”. 10.000 Evrur er fínt av vinna, men áhugin fyri okkum í øllum filmsumhvørvinum er tað, sum er mest spennandi. Og ikki minst at ein lítil føroysk verkætlan er so áhugaverd í altjóða eygum. Tað er líkasum tað, sum framyvir er tað spennandi í hesum. At mann klárar at skapa áhuga á einum festivali, sum er heimsins stórsti, og at vit kunnu varpa ljósa á Jón sum framleiðara og meg sum leikstjóra, og ikki minst føroyskan film í sini heild, og Føroyar sum eitt stað, ið hevur substans og samleika, og ikki bara er ein ”turistdestinatión”. Tá føroyingar kunnu klára seg í kapping við heimsins stórstu lond at fortelja søgur, sigur tað mær, at vit hava søgur, sum eru verdar at fortelja. Tað er tað, sum eg gleðist um. Nú eru møguleikar, sum ikki vóru áðrenn. Nógvar dyr eru latnar upp, so verkætlanin er líkasum øll í nýggjum ljósi. Bestemmaði eg sjálvur, so varð alt filmað beinanvegin, tað er har gandurin hendur, meðan vit filma, men hetta er stórt og samansett og fyrireikingartilgongdin er drúgv, sigur Sakaris og fer útum at fáa sær ein guv. Flyfrisk ella long-life? Í vikuni hoyrdi eg frá einum vinmanni, at í Grønlandi brúka tey ofta og títt vendingina flyfrisk um mjólk, sum er nýflogin úr Danmark, og tí kostar hareftir. Annarleiðis er við hinari bíligaru long-life mjólkini, sum er viðgjørd at halda sær longri, júst so sum vanligi brúkarin á staðnum í størri mun ynskir. Nakað sum í Íslandi, har tey settu skelti í kioskvindeygað, tá nýggj donsk vikubløð vóru komin og áskriftin tí segði Ný dönsk, sum eisini bleiv navnið á einum vælumtóktum orkestri har í landinum. Ný dönsk. Herheima er í sama handilsliga innflutningshøpi vanligt at siga: Nýggj vøra heimkomin! Men tá eg hoyrdi orðingina flyfrisk í grønlendskum høpi, skilti eg, at týdningurin hevur flutt seg frá handilshillunum til HR økið, tá umræður at fáa nýtt fólk í almenna geiran og fremsta oddin í privata vinnulívinum. Er ein nýggjur persónur rekruteraður úr útlondum til eitt leiðandi starv, so kann verða sagt: “Er du flyfrisk?” í týdninginum, ert tú akkurát komin úr Danmark og tosar tú bara danskt og veitst tú einki um grønlendsk viðurskifti og lívskor? Er svarið játtandi, so havi eg skilt, at tey lokalu bíða eini tvey ár til viðkomandi verður fataður sum “long-life”, tað er ein, ið hevur lært seg lokalar siðir, mál og mentan. Ikki fyrr enn tá sleppur hann ella hon undan illkynjaða frámerkinum “flyfrisk” og verður framfluttur til hitt meira samtykkjandi “long-life”. Og mín sann um ikki orðið flyfrisk er komið í kongaligu donsku orðabókina: Hetta við orðum og hugtøkum í eins egna máli er mangan avdúkandi, tá vit skulu meta um onnur fólk. Til dømis hava vit í føroyskum fleiri niðursetandi orð um írar: at írast, írapakk og írasáð. Ikki tey vakrastu orð at rótfesta í okkara egna máli um eitt annað fólk. Í kongaligu donsku orðabókini síggjast eisini orð við eins niðrandi grønlendskum tilsipingum: Eftir stendur, at mál er altíð eitt amboð at siga, hvussu vit meta okkum sjálv í mun til onnur. Men í onkrum føri verða orð brúkt sum ein boomerang, sum í førinum flyfrisk. Tað er nokk so stuttligt. Og orðið hevði eisini riggað væl við somu íbygdu ivasomu meining á føroyskum: flogfeskur, hann ella hon er flogfesk, tá einki høpi er í máli ella hugtøkum, sum viðkomandi er settur at siga okkum frá um her í landinum. Myndina av mjólkarpakkunum í vindeyganum, ovast, tók Tina Amondsen í Nuuk í morgun. Niðanfyri síggjast somu donsku mjólkarpakkar, nú við grønlendskum tupilakki. Ræst frá borgarstjóranum í Sumba John Mikkelsen og Hjalmar Johannessen eru í køkinum í Nýggjastovu heima í Havn, har matstovan Ræst heldur til. John hevur mong ár verið vertur og matstovuleiðari, og í kvøld er tað Hjalmar, sum ger matin. Hann er kokkanæmingur, og mánadagin fer hann til Danmarkar á skúla í tíggju vikur, og kemur so aftur sum útlærdur kokkur. Her er heimligt sum í kova, tá John letur dyrnar upp og bjóðar vælkomin. Tað angar av røstum. Umframt matgerð á høgum støði í øllum grannalagnum eru júst hesi húsini serstøk, tí her búði Hammershaimb, sum legði lunnar undir føroyska málið, so tað ikki doyði út, men bleiv eitt fullment skriftmál eisini. Gamaní saman við Óla Skúlahaldara og øllum hinum, eisini úr Danmark og Íslandi. Móðurmálsdagar hava verið hildnir her á føðingardegi Hammershaimbs og 25. mars er 200 ára dagur hansara. Í stovuni eru myndir á bróstinum og bøkur á hillunum, sum vóru vit inni hjá heilt vanligum fólki, sum væl at merkja hava sans fyri at varðveita og fara væl um. Tað er greiða konseptið í hesum húsum. Við pinkulítla føroyska málinum í huga mitt í heimsins stóra málmelduri og Hammershaimb ovast á søguligu bróstunum, er ein løta til tí fært hugsavnað teg til borðið og tað góða, sum har nú stendur, meðan kokkurin hoyrist stákast í køkinum. Gastronomiska endamálið er at para ræst úr Føroyum og sjerri úr Andalusia í Spania. Við grannaborðið sita Elspa og Ingi. John sigur frá um palominodrúvuna og spansku sjerrihevdina hjá einum tí fremsta sjerrihúsinum í heiminum,  Fernando de Castilla. Livandi søgan í húsunum kemur beinanvegin til sjóndar við gamalkenda skeribrettinum við frásøgn um lomvigan, og saltið er úr horni, sum er gjørt í Kvøldskúlanum stutt hiðani. Á brettinum úr køkinum er fyrsta borðreiðing, sum er vøkur og vælskorin turr grind og so turrur fiskur, sum er truplari at fáa vakran sum viðskera. Afturvið er tunt skorið spik við grønmeti og í súrróma, sum gevur ein góðan heildarsmakk, serliga um tú er fremmandur ikki er kunnugur við henda part úr føroyska køkinum. Í gløsunum er ljóst Fino Antique sjerri frá Fernando de Castilla. Haðani og úr drúvuni palomino er mest sum alt, ið skonkt verður afturvið tí ræsta í kvøld. Gastronomiska endamálið er at para ræst og sjerri, sigur John. - Tankin aftanfyri, at seta saman sjerri til ræst, er, at tey hava tað til felags, at tey verða útsett fyri mikroorganismum, biologiskt, og tíð, oxidativ, og broyta harvið aroma eftir tí lokala staðnum og mikroklimanum. Eins og Føroyabanka toskur og Chablis fáa smakk av livandi skeljadjórum og fossilum skeljadjórum, sigur John, og sipar til eitt annað tema í gastronomiska kaledaranum, sum nýliga er kunngjørdur. Ræst og sjerri er fyrsta boð á árskalendaranum. Føroyskur tónleikur hoyrist um húsið, og annar satsur hjá Hjalmari úr køkinum er ein djúpur borðiskur við røstum fiski og garnatálg í við purrum rørt saman í súrróma. Passandi hvast eftir harmoniska inngangin við spiki, serliga tá Manzanilla sjerri kemur á varrarnar og skolar alt niður. Himmalskt. Kanska hin besta og í breidd smakkfullasta serveringin í kvøld. Vit tosa um smakkin av minni og um hvørt minni hava ein smakk. Jú, í hesum stovum og afturvið tónleiki og servering verður minnið um smakk av røstum fiski og osandi døgurðagrýtum í gomlu Havnini greitt og klárt. So stendur bókstavurin A á etikettini á nýggju andalusisku sjerrifløskuni. A sum í Amontillado, eitt vet myrkari enn fyrra glasið. Nú er livur av lambi á borðiskinum. Afturvið, til vinstru, er reyðrót. Nøturnar elva til at borðiskurin parast serliga væl við júst hetta sjerriglasið. Nú kemur Hjalmar við høvuðsrættinum, sum á matlepanum er ræst kjøt og røtur, á enskum fermented lamb and roots. Kjøtið er fast og gott, og súpanin við góðum grønmeti í er konsentrerað góð og smakksterk. Tá eg hoyri, at ræsta kjøtið er frá borgarstjóranum Thomsen í Sumba, gagnast tað mær enn betri. Í andalusiska sjerriglasið skeinkir John nú enn myrkari Oloroso úr palominodrúvuni hjá Fernando og teimum í Sjerrihúsinum. Hetta er so gott og smakkfult, at gómaupplivingin má haldast eina løtu við Koksøli úr Belgia, sum er eitt vet veikari og varisligari enn breittbuldrandi sjerri. Hetta má drýggjast, so væl smakkar og gagnast. Vit smakka eina ræsta kjøtbjór og nakað seinni eina ræsta fiskabjór. Himmalskt undir gómanum, sum næstan opnar seg, gómin. Hyggjuráðini eru nú at reinsa góman við reinum súrepla cidre frá Chr. Drouin. Nú verður skift frá Sjerrihúsinum Fernando de Castilla til Bodegas Toro Albala við áskriftini PX 1987, eitt glas við tantesjerri , sum John sigur um tað tjúkt myrka og ógvuliga smakksterka sjerri, hann nú skeinkir í gløsini. Ein farri av bitterdrammi sum Fernet Branca og Norðsjóðarolju hómast afturvið. Føroyska paringin er stikkulsber við snerktum mandlum í ølfromasju frá Hjalmari. So er kaffi og vaflur við róma og súltutoy omaná, altsamalt afturvið Hammershaimb og einum glasi av mildum karamellnøtusmakkandi brandy úr sama spanska sjerrihúsi, Fernando de Castilla. John tekur saman um kvøldið og gastronomiska kalendaran, sum heldur fram í somu hølum í kvøld og í øllum grannahúsunum longur út á várið. Hjalmar riggar av í køkinum og høvið er at hyggja nærri at søguligu húsunum og niðurlendsku kaklunum, sum stava frá 1600-talinum. Hetta er bara so gott, at afturvið hugnaliga føroyska fríggjakvøldstónleikinum heftir tú teg við schlagarastrofur sum tær hjá Tummas Mikal Smith um rótleysa sinnið, har mint verður á at varnast, varnast alt tað, sum er í nánd, um enn stovan er trong. Í hesi løtu er tað sum um sangurin er vorðin til júst her inni og er um hesa stovuna. Men tað er Ræst , sum skeltið á tjøraða útvegginum sigur. Tað er Ræst og tað er gott. Har vantar bert tað, at tú varnast tí, syngur Nikolina úr hátalaranum, og tónarnir fjara út, meðan eg gangi um steinsetta smátúnið heima í Havn, takksamur fyri tað gastronomisku kollvelting, ið er farin fram seinastu árini, takkað verið teim eldsálum, sum hava kynt og borðreitt í hesum stovum, og nú kunnu heysta tað viðurkenning, sum altjóða kokkasamfelagið av røttum hevur veitt teimum. Meðan eg sigi eitt varisligt tveystjørnað til lukku fram fyri meg, má eg eisini sanna schlagaraorðini: Har vantar bert tað, at tú varnast tí. Farið í Ræst í kvøld. Har er gastronomiski árskalendarin byrjaður! Hundrað um dagin Suðurkoreanski filmurin Parasite fer gjøgnum heilt. Hundrað fólk síggja hann um dagin í Føroyum, her Filmsfelagið vísti hann fyrstu ferð hin 5. februar í fulsettum hølum, sum var mikudagurin undan Oscarhandanini í Hollywood. Filmsfelagið sýnir film mikukvøld í Havnar Bio. Parasite, sum nú hevur verið vístur í ellivu dagar í Føroyum, er hin fyrsti at vinna Oscarvirðislønina sum besti filmur, hóast hann ikki er á enskum. Tað er eitt nýbrot í sýningarviðurskiftum í øllum heimsins biografum, at aðrir enn enskt mæltir filmar vinna slíkan heiður og frama. Í Danmark, sum vit ofta sammeta okkum við, hava 156.000 fólk sæð Parasite . Tað er bara hin ultra danski filmurin Klovn the Final , sum mest er til innvortis brúk, ið fleiri hava sæð har í landinum. Hvat skulu vit við Hoydølum? Hvat skal gerast við Hoydalar, spyrja nógv havnarfólk í hesum tíðum. Spurningurin er ikki nýggjur, hann hongur saman við flytingini út á Glasir í Marknagili, sum tó varð minimeraður longu á politiska tingborðinum, so alt skuldi tódna. Samstundis varð eingin støða tikin til tey høli, sum studentaskúlanæmingarnir, handilsskúlanæmingarnir og næmingarnir á tekniska skúla høvdu húsast í fram til hetta. Í hvussu er ikki tað eg veit. Eftir standa vit aftur við barakklíknandi bygningum, sum heldur enn at verða transformeraðir til okkurt nýtt, ella bara javnaðir við jørðina, kanska til parkeringspláss í fleiri hæddum, enn standa órørdir, tað eg veit. Hetta er jú ikki sjónlig býarplanlegging av tí góða slagnum.  Umframt at vit fáa nógvar skurvutar bygningar, sleppa onkrir teirra, serliga teir í Hoydølum, at fara í loddrætt forfall. Og tað hóast ein kapping varð útskrivað og mong úrslit komu inn, eftir øllum at døma bara til forstýrilsi, so tað almenna fekk um skrúvuna. Síðan hava bygningarnir staðið. Bara staðið. Nakað sum í sosialrealistisku filmunum hjá Ken Loach, har lægsta undirstættin í nútíðarsamfelagnum roynir at lívbjarga sær nakrar dagar innan fútin neglir hurðina og setur tey aftur á gøtuna. Tað er ein undarlig gongd, at hálova Hoydølum nú, nøkrum fallkomnum og serstakliga ljótum bygningum, eftir at henda tilgongd hevur staðið uppá síðan aldarskiftið. Í minsta lagi. Enn røkist einki fyri nakrari avgerð. Hvar vóru tit tá, tit sum í dag eru so hart ímóti at fallkomnu bygningarnir verða brúktir til okkurt funktionelt? Tit hava ikki eingang verið á barrikadunum fyri Listasambandið, sum sigst hava fingið ræðisrætt til bygningarnar, men ikki so mikið sum ein pedell við í gávukeypinum. Av teimum leysasøgum, sum eg havi hoyrt um Hoydalar millum ár og dag, eru tvær loysnir møguligar, og faktiskt eins undurfullar í mínum eygum og oyrum, sum tær eru lendinum. Í hvussu er eftir mínari hugsan. Fyrra søgan, eg vildi ynskt varð verulig, er at samkoman í Ebenezer flytir úr miðbýnum og niðan í bygningarnar í Hoydølum og fekk skil á teimum. Afturfyri sær landið til, at Tórshavnar kommuna fær stykkið og ástandandi bygning hjá samkomuni til Tjóðpall, Operahús og Biograf. Tjóðpallurin og Operahølið verða í verandi samkomubygningi, og biografurin verður hinumegin eina brúgv, sum í hæddunum leiðir yvir um vegin til Sparikassabygningin hjá betri, sum eisini er til sølu, sigur Tingið. Gamla pengaskápið verður skorið av til barr og serveringsdisk í miðjum kjallarahølum. Uttanfyri og niðanfyri er hin opna Havnará, sum Tórshavnar kommuna arbeiðir við. Sama á kundi eisini verið opnað millum Vertshúsið og Auto. Seinna søgan, sum kundi verið eitt nærum eins gott alternativ, er at økið uppi í Hoydølum og teir bygningar, sum har standa, verða ein gastronomiskur tilfeingisdepil, ella Gastro Hoydalar, sum Gutti Winther og Johan Mortensen siga í dag. Teirra uppskot er, at ”Hoydalar Foob-Lab kann gerast eitt umhvørvi har okkara sjótilfeingi, heimsins besta góðska, verður lyft upp á nýggjar hæddir við kokkum, tænarum, granskarum og innovatørum, sum kunnu menna nýggjar vørur og upplivingar. Hugsanin er at vit hava upplivingar, grønmeti, djór, handlar, matstovur, gransking, undirvísing alt á sama staðið í einum livandi umhvørvi, sum gagnar vanliga føroyinginum, høvuðsvinnuni og ferðavinnuni. Ein livandi miðdepil ið samstarvar og nýmennir. Matstovuvinnan og ferðamannavinnan verða aftur tær stóru vinnurnar í Havn. Áðrenn korona vóru sløk 800 arbeiðspláss í matstovuvinnuni og tá vit aftur fáa ferðafólk fer hetta tal óiva at økjast nógv. Men at verða í fyrstu røð krevst hart arbeiði og góðar karmar. Hoydalar og tess bygningar eru eitt upplagt høvi at lata okkara matstovuvinnu hava karmarnar at arbeiða við. Tórshavnar Kommuna hevur her veruliga møgulleika at sýna í verki at man prioriterar okkara matstovu og ferðamannavinnu, hana sum Havnin skal at liva av framyvir,” siga teir báðir Gutti Winther og Johan Mortensen. Við so nógvum hugskotum og fungerandi nærdemokrati og einum virknum borgarstjóra er spennandi at búgva í Havn. Mest sæddu filmar í Føroyum Við Rannvá Gaard Fossaberg og Káru Bjarnadóttir Jacobsen sum vertum varð í sendingini Góðan Morgun Føroyar  í morgun avdúkað, hvørjir fimtan filmar eru teir mest sæddu seinastu fimm árini í Havnar Bio, har allar flestu fólk ganga í biograf. Kári Sólstein tók myndina av okkum í studio fimm. Hin biografurin er Atlantis Bio í Klaksvík, sum hevur tólv tey allar bestu setrini í landinum, og onkuntíð eru spildurnýggir biograffilmar eisini at síggja í Løkshøll í Runavík. Her er úrslitið úr Havnar Bio, har filmar oftast verða vístir við donskum heiti, tí teir eru frá donskum filmsútleigarum. Ovastur á listanum er hesin: 1. Hobbitten: Femhæreslaget (The Battle of the Five Armies, Peter Jackson) 2014 2. Star Wars - The Force Awakens 2015 3. Bohemian Rhaposody 2018 4. Dreymar við havið (Sakaris Stórá) 2017 5. Skønhed og Udyret (sangleikurin The Beauty and the Beast) 2017 6. Mamma Mia Here We Go Again 2018 (hin fyrri kom í 2008) 7. Star Wars - The Last Jedi 2017 8. Spectre (007) 2015 9. Jurassic World 2015 10. Avengers: Infinity War 2018 11. Heaven is for Real 2014 einasta sýning í Norðurlondum! 12. Rouge One: A Star Wars Story 2016 13. De Utrolige 2 Disney animatiónsfilmurin Incredibles 2018 14. A Star Is Born 2018 15. Fast & Furious 7 2015 - Her sært tú nøkulunda hvørjar filmar fólk dáma, sigur Jákup Eli Jacobsen, sum rekur Havnar Bio, og hevur savnað tølini, sum listin byggir á. At fegnast serliga um er, at fjórðmest sæddi filmur í almenna biografinum í fimm ár er hin føroyski Dreymar við havið hjá Sakaris Stórá. Ole Wich tók myndina í trappunum í Havnar Bio har filmurin varð frumsýndur í Filmsfelagnum 6. september 2017. Beint nú er Sakaris í holt við ein nýggjan film, sum hevur arbeiðsheitið Oktober og fer at verða tikin í Suðuroy. Andrias Høgenni og Anton Petersen gera eisini hvør sín nýggja spælifilm, sum teir allir tríggir fara at greiða frá um í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 15. Aðrir filmar eru í gerð ella eru í minsta lagi ætlaðir, og Havnar Sjónleikarafelag hevur gjørt filmin Illir andar lidnan. Hann varð sýndur innbodnum fyri jól og í mars fer hann at verða sýndur almenninginum í júst Sjónleikarhúsinum har hann fer fram og er tikin. Fågelfangarens son , sum svenski leikstjórin Richard Hobert hevur tikið í Vágum við danska Rudi Køhnke sum høvuðsleikara í fjør verður frumsýndur 5. apríl. Venda vit aftur til fimtan teir mest sæddu filmarnar í Føroyum í fimm ár, so finna vit á ellinta plássi ein heilt sjáldsaman film, sum yvirhøvur ikki hevur verið vístur í okkara grannalondum. Tað er amerikanski átrúnaðarligi filmurin Heaven is for Real , sum bara er vístur í Føroyum og ikki í nøkrum øðrum Norðurlandi. Tí hevði hann hvørki undirtekst ella danskt heiti. Greitt er, at religiøst áhugað fólk er eitt heilt serligt biografsegment í Føroyum og ikki í hinum Norðurlondum. Eisini tey vilja síggja film i felag. Annars er at siga, at tónleikafilmar og filmar um tónleikastjørnur eru serstakliga væl umtóktir í Føroyum. Bara á hesum fimm-ára lista eru tríggir millum fimtan teir mest sæddu biograffilmar: Bohemian Rhapsody, Skønheden og Udyret, Mamma Mia Here We Go Again og A Star is Born . Seinni í ár verður Yesterday sýndur. Biografeigarar meta, at hann verður millum mest sæddu filmar í ár. Fara vit longur aftur í tíð enn hesin listi røkkur, so er greitt, at mest sæddi biograffilmur í Føroyum er Barbara hjá Nils Malmros frá 1997.  Um 20.000 fólk hava sæð tann filmin. Nils Malmros avmyndaði eg í 2014 tá Barbara Fish House læt upp. Niðasta myndin er tikin inni í somu stovu mitt í 1990'unum. Einki kann sum filmur flyta fjøll! - Kann filmur bróta niður fordómar og skapa nýggja fatan millum fólk og lond? Spyr danski útvarpsverturin og filmsummælarin Per Juul Carlsen. - Jú, sigur grønlendski filmsframleiðarin Emile Hertling Péronard og vísir til undirvísingarportalin Levende Grønland . Har ber til at síggja tríggjar rættuliga nýggjar filmar um Grønland, Sumé - lyden af en revolution (Inuk Silis Høegh, Grønland, 2014 76 min), Lykkelænder (Lasse Lau, Danmark, 2018 71 min) og Håbets Ø (Sturla Pilskog og Sidse Torstholm Larsen, Danmark, 2019 77 min). Per Juul Carlsen, sum fyrr hevur havt fínu sjónvarpssendingina Filmselskabet saman við Mariu Månson, hevur nú útvarpssendingina Filmland í Danmarks Radio. Nú varpar hann ljós á grønlendskan film og film, ið er um Grønland. Hann tekur støði í júst undirvísingarportalinum Levende Grønland , ið er ætlaður miðnámi, men sum øll kunnu síggja, eisini vit í Føroyum. Til útvarpaðu filmsendingina hevur hann um vikuskiftið hitt grønlendska Emilie Hertling Péronard, ið er ein teirra, sum stendur saman um undirvísingarportalin, ið gevur hyggjarum eitt annað innlit enn bara samfelagsligar trupulleikar, sæddir einvegis úr Danmark. Grønledska avísin Sermitsiaq skrivar samstundis, at átta fólk úr Grønlandi eru á filmstevnu í Berlin í hesum døgum. - Nú havi eg verið við í fleiri ár, og eg havi lagt til merkis, at áhugin fyri Grønlandi veksur hvørt ár, men í ár er tað serliga týðuligt, sigur Aká Hansen. Hon er leiðari á Filmiliortarfik, sum er filmsverkstaðurin í Nuuk. - Takkað verið Donald Trump vita fólk meiri um Grønland enn nakrantíð, sigur hon. Eisini framleiðarin Nina Skydsbjerg Jacobsen og Klaus Georg Hansen, sum er formaður í Felagnum grønlendsk filmsfólk, hava varnast vaksandi áhugan fyri grønlendskum filmi og Grønlandi sum filmslandi. Aká Hansen sigur, at upprunafólk, sum fáast við film, eisini vilja samstarva við filmsverkstaðin í Nuuk, Filmiliortarfik. Tey er partur av Screen Talent Europe, sum um vikuskiftið hevði móttøku á norðurlendsku sendistovunum í Berlin, og vístu stuttfilmar sum Kukiiarneq , ið Jens Christian Lyberth Lennert hevur gjørt á filmsverkstaðnum í Nuuk. Á verkstovuni Native Fellows í Berlin er leikstjórin Nivi Pedersen, sum hevur gjørt Pilluarneq Ersigiunnaarpara, Lykken skræmmer mig ikke længere. Eisini føroyingar eru á stóru filmstevnuni í Berlin, sum í ár verður hildin á 70. sinni.  Í dag frættist at filmsframleiðarin, Jón Hammer, sum stendur fyri framleiðslufelagnum Kykmyndir, hevur vunnið 10.000 Evrur í eini pitch kapping framhaldandi at menna bestu søguna. Heitið á søguni er The Last Paradise on Earth. Leikstjóri er Sakaris Stórá og á vegginum í Berlin verður søgan lýst soleiðis: Til lukku við allari framgongd, ikki minst tá fimm og tjúgundi James Bond filmurin verður vístur 2. apríl. Almennir myndugleikar hava longu váttað, at upptøkuliðið hjá James Bond hevur verið tvær ferðir í Kalsoynni í fjør. Greitt er eisini, at ferðamálið Kallurin er høvuðsevnið fyri upptøkurnar, sum eru gjørdar, tí sagt verður soleiðis. So tað er so vist og satt - einki kann sum filmur flyta fjøll, ísfjøll í Grønlandi og Borgaran í Kalsoynni! Pelé er djúpt óinteressantur Netflix ger tað aftur. Tey hava gjørt ein heimildarfilm, um fyrstu múgvandi fótbóltsstjørnu í heiminum, brasilska Pelé, sum fyri landið vinnur trý heimsmeistaraheiti og livir tað góða lívið, eisini undir harðrenda einaræðisharranum, Médici. Greitt er, at í áratíggju hava fótbóltur og filmur verið fólksliga undirhaldið ikki bara í Brasil, men í øllum Suðuramerika. Hesir fólksligu tulkingarfelagsskapir, sum ikki krevja lesiførleika ella dannilsi og tí eru griðstaðir fyri almúguna, sum tiltuska sær eitt atgongumerki, hava skapt ein áhuga og eina peningakonsentratión, ið sum einki annað hevur rímað uppá korruptión, ið hevur sent eitt ekkó um allan heim, samstundis sum fólksliga savningarmegin hevur verið eitt amboð hjá harðrendum einaræðisharrum, sum Médici, at gera seg sjónligar, at troðka seg fram og lyfta steypum, og at tryggja sær fólksliga makt og at verða valdir aftur og aftur. Alt hetta letur Pelé seg brúka til, tað er sjón fyri søgn.  Men tey, sum fyri Netflix hava gjørt filmin, fáa ikki fótin á hann, tíansheldur takkla hann og enn minni loyst tungubandið á 80 ára gomlu fótbóltsstjørnuni. Hann sigur einki og ger einki, heldur ikki tá einaræðisharrin Médici við hernaðarmegi leggur demokratiska landið undir seg. Vit hoyra ríkisleiðarar siga: ”Nú hava vit bygt tær eitt stadion, nú skalt tú geva mær eitt heimsmeistaraskap!” Tað ger Pelé tríggjar ferðir sum hin einasti í heiminum. Hálva fjórðu ferð, hevði eg sagt við mínum avmarkaða innliti í fótbólt. Men uttan at fara í front og gera seg sjónligan sum ein fólksligan leiðara í einum ivasomum landi, har lesiførleikin og almenna vitanin er avmarkað, og hann sjálvur ikki visti av at onnur lond vóru til, fyrr enn hann fór til Svøríkis at spæla í heimsmeistarakapping sum 17 ára gamal í 1958, og børn úr folkhemmet vilja nema við hann, fyri at vita um svarti liturin smittar av. Filmiskt riggar tað best, tá nútíðar Pelé hevur sett rollatorin frá sær og tekur ein trækassa, sum hann í barnaárunum pussaði skógvar á, at brúka sum trummu. Ikoniskt. Tað er Pelé í javnvág. Men tað er líkasum ov lítið av filmiskari søgu at koma við, tá vit fyrr hava sæð dundurfilmin um grannalandsstjørnuna, Maradona. Tað var ein filmur, sum hevði eitt kraftúttrykk og lýsti eina menniskju úr kjøti og blóði from rags to riches ovast á tindunum og so øvugt. Ein søga, sum á filmi gav okkum eitt perspektiv. Tað ger filmurin um Pelé ikki. Hann er flatligur, í mínum eygum einkisigandi leiðiligur og um tað við garanti ikki var rasistiskt, so vildi eg vágað mær at sagt, at hesin filmur var sum bleikt livurpostei á einum tiltakandi sjálvtøkuborði. Einkisigandi og einkismakkandi. Eftir eina drúgva røð av altjóða heimildarfilmum um superstjørnur í heimsins biografum, er tað nú greitt, at allir heimildarfilmar rigga ikki í biografi. Tí var tað gott, at hesin fótbóltsfilmur um Pelé bara kundi stroymast og sløkkjast heima. Oscargitingar So hevur danski filmnørdurin Casper Christensen lokkað meg at velja Oscarvirðislønir, soleiðis uppá forhond og onkustaðni uppá kvamsvís, har eg eri í villareiði. Men her eru mínar Oscargitingar í ár. Nýggi Terrence Malick filmurin, sum varir tríggjar tímar, hevur leingi verið í gerð undir navninum Radegund, og er hin drúgvasti einstaki filmurin í søguni hjá Filmsfelagnum. A Hidden Life er ein grundandi søga um tilveruna, ið byggir á lívið hjá Franz Jägerstätter, sum saman við konu og trimum døtrum, livir eitt einfalt og lukkuligt lív sum bóndi í eysturríksku bygdini St. Radegund. Tá søgan tekur við undir øðrum verðaldarbardaga, hevur Franz verið á hernaðarligari venjingarlegu. Heimkomin fær hann bræv, har nazistisku herdeildirnar í Berlin kalla hann í kríggj. Men tá Franz noktar at fara í kríggj fyri Hitler, er tað sum ein flóðalda av skomm, avbyrging og sorg rakar húskið og garðin Radegund. Hóast Franz er fullgreiðir yvir, at ein tílík tjóðskaparlig noktan er at meta sum landasvik, ið fær avleiðingar og í ringasta føri deyðadóm, stendur hann við sítt. Trúgvin og kærleikin til familjuna er styrkin, sum fær hann at tvíhalda um lívsvónina. Í dag er Franz Jägerstätter (1907-1943) katólskt halgimenni og ímynd av samvitskufullari krígsnoktan. Birgir Kruse fer at innleiða filmin A Hidden Life við nøkrum orðum um ikki bara góðar, men eisini týdningarmiklar filmar, sum Filmsfelagið hevur sett sær fyri at vísa. Filmurin um katólska halgimennið hevur 11 ára aldursmark. Franz Jägerstätter (1907-1943) INGÁLVUR Ferðin inn í tað ókenda Mikudagin 3. mars frumsýnir Filmsfelagið nýggja heimildarfilmin um listamannin Ingálv av Reyni (1920-2005), sum Hans Petur Hansen og Dánjal Højgaard hava gjørt. Sýningin er í Havnar Bio. Í seinnu helvt av 90-unum fylgdu nakrir føroyskir fjølmiðlamenn Ingálvi av Reyni í útvið trý ár. Burturúr kom heimildarfilmurin Svartur sannleiki (1999), sum er ein persónslýsing av Ingálvi, við listamanninum sjálvum sum frásøgufólki. 20 ár seinni hava framleiðararnir verið í pappeskjunum og leitað gamlar upptøkur fram, sum máttu sáldast frá í klippingini til filmin. Virðismiklar upptøkur við og um ein av Føroya fremstu listarmonnum, sum ikki hava verið vístar alment áður. Hesaferð møta vit Ingálvi av Reyni soleiðis, sum filmsliðið aftanfyri Svarta sannleika upplivdi hann. Á ferðini síggja vit samrøður, sum ikki hava verið vístar fyrr. Vit síggja aðrar síður av listamanninum og fáa innlit í íblástrarkeldurnar, sum ávirkaðu hann. Heimildarfilmurin er gjørdur í sambandi við, at tað herfyri vóru hundrað ár síðan Ingálvur av Reyni var borin í heim. Lagt til rættis og framleitt hava Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen. Filmurin, sum er í litum, varir 84 minuttir. Frumsýningin verður í Filmsfelagnum mikudagin 3. mars kl. 19:00. Sýningin er, eins og allar sýningar í Filmsfelagnum, almenn og í Havnar Bio. Menn tora í torra Meðan tey bæði spæla Wonder Woman við Kacey Musgraves í útvarpinum, ein sangarinna sum helst fer at bjarga kántrítónleikinum í útryðjuni hjá okkum í Norðuratlantshavi, undrist eg yvir at menn tora so væl í torra. Teir seta seg á forsíðuna við størsta toskinum ovast, og redaktiónin er bara menn, frá skrift til prent. Sexuelt er hetta nokkso homogent. Men ein kvinna sæst í tíðindarenslinum longst til høgru, men eg skilji at tað er ikki tí at hon hevur álboga seg fram úr almúguni, nei, tað er tí at hon fyllir fýrs. Allar mest løgna er at útvarpið og sjónvarpið so trúliga sendir á báðum almannarásunum til restina av landinum við einum fultiknum mannfólkapaneli. Tveir klaksvíkingar, tveir havnarmenn og tríggir bygdarmenn. Í kvøld er gudhjálpitúmær, hann er eisini maður, framhald í sjónvarpinum, har ein havnarmaður tosar við tríggjar bygdarmenn av sama tingstaði um sama evni. Onkur segði, at hetta er sum hálvfemsáraføðingardagurin, ið verður repeteraður hvørt nýggjár meðan vit sláa okkum á lørini við faldenpåhalenkomikki í festligum lag. Eg má kláa mær í nakkanum at taka alt hetta inn í sansingargøgnini á innara filmsløriftinum. Michelin stjørnur í Norðurlondum Fyri seks árum síðan fór Michelin undir eina egna norðurlendska guide  The Michelin Guide Nordic Countries. Klokkan fýra seinrapartin í dag er átakið fyrstu ferð í Noregi, tá Ólavshøllin í Tróndheimi er karmur um nýggju stjørnurnar og allar stjørnubroytingar á norðurlendskum Michelin matstovum. Tað upplýsir Næringsforeningen i Trondheimsregionen, NIT , har Michelinstjørnumatstovurnar Fagn og Credo eru. Seinna matstovan fekk eisini bærekraftsprisen í fjør. Júst burðardygd er ein nýggj skipan hjá Michelin. Føroyska matstovan Koks hevur fyrr fingið bæði eina og tvær Michelin stjørnur. Í dag verður kunngjørt, um Michelin heldur, at nøkur broyting skal gerast í føroysku gastronomisku stjørnustøðuni. Danski bloggarin Rasmus Palsgård hevur nógv boð og nógvar tankar um norðurlendskar Michelin stjørnur, sum hann samanumtikið heldur vera ov nógvar, hóast hann ikki heldur at nøkur matstova fer at missa stjørnur. Føroyar eru tó ikki við í metingunum hjá Rasmusi Palsgård á blogginum Feinschmeckeren . Til ber at fylgja við á altjóða Facebooksíðuni hjá Michelin í dag frá klokkan 16. NIT boðar frá at limir kunnu fylgja við gastronomisku gongdini í beinleiðis sending úr Ólavshøllini í Tróndheimi í dag frá klokkan 16 okkara tíð og trý korter fram. Myndlist blómar í skúlanum Frá at vera Føroya helst mest undirmetta lærugrein, og tað í ólukkumát, er myndlist nú sett fremst og ovast á øllum breddum í skúlanum.  - Ikki tí, at eg vil hava fleiri tímar, tí tað veit eg, at eg ikki fái, men tí eg vil gera lærugreinina sjónliga í almenna rúminum við einum afturvendandi tiltakið, sum er mikudagin í viku ellivu hvørt ár.  Ætlanina og orðini eigur Henny Dánialsdóttir, sum er fakligur ráðgevi í Námi og undirvísir í myndlist á Listabreytini í Nám X. Her sæst hon í gongini í Námi, har Føroya Fólkaháskúli hevur framsýning í løtuni. Við loyvi frá Henny seti eg inn nakrar myndir frá Listabreytini, har tey hava arbeitt við parafrasum, nýtulkingum, av listaverkum, føroyskum og útlendskum. ListaMeldur fer nú at verða eitt afturvendandi tiltak, ið endar við einum stórum listafagnaði mikudagin í viku 11.  - Hendan dag, sum í ár er 17. mars, fara børn og ung kring allar Føroyar at seta myndlist á breddan við eini rúgvu av myndlistaligum tiltøkum og framsýningum á skúlunum, sigur Henny. - Endamálið við árliga tiltakinum, ListaMeldur, er at varpa ljós á tær handaligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, harav serliga myndlist, sigur Henny.  Hon leggur afturat, at endamálið er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivna hjá einstaka næminginum, umframt at kveikja og geva íblástur. - Øll kunnu vera við, undirstrikar Henny og nevnir barnagarðar, skúlar, háskúlar, eftirskúlar, miðnám og Námsvísindadeildina sum dømi.  - Øll skulu kenna møguleikan at uppliva gleðina við at skapa, sum júst er eitt av berandi endamálunum við ListaMelduri, sigur hon, og leggur afturat, at øll, ið fyrireika saman við henni, gleða seg at síggja tilmeldingar frá børnum og ungum kring alt landið! - ListaMeldur leggur upp til, at lærarar og næmingar fara út, og í felag verða sjónlig við listini í almenna rúminum. Um tit gera eina tvørfakliga verkætlan, arbeiða við litlæru, læra at tekna andlit, ella mála ein heilan húsavegg, tað er púra upp til tykkara.  - Einki er ov lítið, og einki er ov stórt. Tað ljóðar øgiliga háfloygt, men í veruleikanum varpar ListaMeldur bara ljós á tað, tit longu gera úti á ymsu skúlunum, sigur Henny Dánalsdóttir, fakligur ráðgevi í Námi, sum eisini stjórnar heimasíðuni Listameldur. Góðar oddagreinar Av og á kemur mær til hugs, hvussu góðar oddagreinar vóru fyrr, og hvussu langt er millum góðar oddagreinar í dag. Gamaní komu bløðini oftari út fyrr og oddagreinarnar vóru munin sjónligari. Tað henta í hesi søguligu gongd var tá, at kunna vísa næmingum á bygnaðin í eini góðari oddagrein, og støðugt at bera saman við krøvini til ein stíl í elstu flokkum fólkaskúlans, inngang og útgang og at halda seg til eitt evni og grundgeva fyri tí, og at pláss eisini skuldi vera fyri egnum ískoyti, sum gav stílinum eitt persónligt frámerki. So kom próvdómarin til og tryggjaði vegna øvrigheitina at avrikið var í ordan. Í dag eitir tað hádeild og framseting, men at skriva lærir tú enn bara uppá ein máta. Tað er at skriva. Eingin onnur uppskrift er. Tí er tað ein kærkomin lesiuppliving at yvirlitstrola nýggjastu oddagreinina í prentaða Sosialinum, har Eirkur viðger tað ultra komisku støðuna, sum Sambandsflokkurin hevur skvisað seg í við Javnaðarflokkinum mitt ímillum og Tjóðveldisflokkinum, sum eisini hevur skift heitið, á hinari síðuni. Kærkomið høvið at taka stílin oddagrein fram í skúlanum. Búi og Gudmundur vunnu Á áttanda sinni vórðu føroysku filmsvirðislønirnar, Geytin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 15. februar. Búi Dam og Dánjal á Neystabø fingu Geytan fyri eksistentiella barnafilmin Hví eru vit her? og Gudmund Helmsdal fekk Áskoðaravirðislønina fyri Trøllabeiggi , sum hevur spælandi undirheitið ein Skerpiwestern. Á myndini omanfyri síggjast Búi og Gudmundur. Dánjal var burturstaddur. Her sæst fegni Geytavinnarin, Búi Dam, saman við ommuni í vinnarfilminum, sum er Mariann Hansen, og á niðaru myndini er hann saman við Tjóðhild Patursson. Her er hin ikki minni fegni Gudmundur saman við Sólvá Svartafoss. Fyri Trøllabeiggja vann hann Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, hin fyrsta virðislønin eg havi fingið síðan eg vann í svimjing í skúlanum í Kvívík, seg Gudmundur skemtandi við allari familjuni rundan um seg. Meðan møttu áskoðararnir í Høllini valdu filmin, sum skuldi fáa Áskoðaravirðislønina, beinleiðis á Geyta appini hjá Sona, var tað ein dómsnevnd, sum gjørdi av, hvør skuldi fáa áttanda Geytan. Sitandi Geytadómsnevndin hevði boðið amerikanska Robert M. Goodman við í dómsnevndararbeiðið. Hann hevur arbeitt við og undirvíst í filmsgerð í meir enn 35 ár, m.a. níggju ár á The Art Institute of Philadelpia, innan hann í fyrrárið flutti til Danmarkar, har hann er giftur Anitu Reher, sum er stjóri í Nordisk Panorama. Á myndini omanfyri hevur hann orðið og takkar fyri høvið at vitja Føroyar á fyrsta sinni, og at fáa innlit í praktiskt filmsarbeiði hjá yrkisfólki eins og skúlanæmingum, sum øll hava ein týðuligan hug at siga søgur í myndum, hvør á sín hátt. Geytadómsnevndin er frá vinstru Ivan Niclasen, Gunn Hernes, Ingibjørg Odmarsdóttir Petersen, Marjun Niclasen, Robert M. Goodman, Jan Berg Jørgensen, Geytasponsorurin í ár og í fjør Tórbjørn Jacobsen, og Birgir Kruse, formaður, sum hevur orðið og lesur grundgevingina hjá dómsnevndini at lata Búa Dam og Dánjali á Neystabø Geytavirðislønina 2020 fyri filmin Hví eru vit her? Dómsnevndin hevur hesa grundgeving fyri at kjósa vinnaran í ár: Í tjúgutjúgu komu tjúgu filmar inn til Geytakappingina og átta sluppu víðari. Úr hesum skara, sum í minuttum telur hundrað og tjúgu, hava vit spola aftur og fram, og eru í sátt og semju lend á einum greiðum fyrsta plássi. Umframt tey bæði mátini søga og tøkniligt avrik, er eitt triðja mát hjá dómsnevndini, hvussu filmisk frásøgusnildi eru brúkt. Heilt frá byrjan síggja vit greitt eina filmiska referansu til kanska kendasta filmin av okkara leiðum - Sjeynda Siglið hjá Bergman, filmurin har telvarin dystast við deyðan. Umframt hesa referansu, spælir filmurin sær eisini stevfast vælupplagdur við slapstick sjangruna. Eingin í dómsnevndini kundi seta ein fingur á nakað í hesum floygda og fullbúna filmi, sum greiður og avsluttaður pikkar inn á fyrsta pláss. Hóast partur av størri heild, loysir vinnarafilmurin til fulnar ta gátu, hann í útgangspunkti setir sær fyri at loysa. Tað er spurningurin um tað, sum klokkan mátar, tíðina, og hvar tey sum fara, fara. Og hvat hendir, tá tann sum fer, ikki hevur rætta kuffertið við sær, og tí kemur aftur, at avgreiða viðurskiftini við barnið í søguni - sum eisini er ein vaksin - og tá fær rætta kuffertið, og tí kann fara at fara. Tøknin, visuellu rúmini, dialogurin og leikararnir skapa eina so hugtakandi heild, at hóast eksistentielli filmurin er ætlaður børnum, er hann eins brúkiligur til vaksin. Geytadómsnevndin er samd um at Geytavinnarin í tjúgutjúgu er tveyogtjúgu minuttir langi eksistentielli filmurin til børn í øllum aldri Hví eru vit her?  hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø. Til lukku! Undir heitinum Fram til gylta tindin og við støði í kenda sanginum hjá Martini Joensen Svarti ravnur , helt Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og sponsorur hjá Geytanum annað árið á rað, hesa kveikjandi røðu til frama fyri filmi í Føroyum: Breið tínar veingir út og flúgv so yvir vøtnini. Yvir dimmu dalarnar og fram til gylta tindin. Svarti ravnur set teg har, ið sólin fer í kav. Og lat bleyta áarkvæðið rura teg í blund. Hómi framvegis snjallu røddina hjá einum síðullaðum purlutum ungum prestasoni úr Leirum - omanav pallinum í Klubbanum. Fráboðanin um at annað rútmiska ættarliðið - úr føroyskum jørðildi og á ditto veingjum - var á veg, og tað kom ikki óvart á, at ein vestmenningur var í broddi fylkingar. Martin. Hann átti sangin um svarta ravnin. Granni Klubbans var og er Havnar Bio. Tvey avgerandi tempul í okkara skúladøgum og uppá skift frekventeraðu vit rútmu og kykmynd. Magnfullar hendingar varpa stórar skuggar frammanfyri sær, og vit varnaðust teir, skuggarnar, í Klubbanum, men í kykmyndahøllini var øskukalt í so máta. Sum oftast bara púrgjørt anglikanskt undirhald. Farvegurin av føroyskari filmsgerð sást at kalla ikki. Lív og skapan eru tvær alin av sama vadmali, men skal eimur í øsku kynda í størri bál, mega nakrar fyritreytir laga seg. Kykmyndaáhugað hava í mong ár virkað við hesum, tað er brostið fyri nevi og meiri enn tað, men langt er eftir á mál. Geytin er ein trivaligur viti á hesi siglingsferð. Politiskt kann tað vera trupult at fyrihalda seg til eitt virði, sum ikki kann mátast við einum tummastokki. Talið av seldum atgongumerkjum, heiðurslønir og filmsfestivalar kunnu mátast, materielt, hetta ber kortini ikki til, táið tað snýr seg um djúptøknu ávirkanina, sum kykmyndir hava á hyggjaran og samfelagið. Kykmyndin er ein av mongum listargreinum. Vit, sum ikki eiga skapanarevnini, ynskja at verða undirhildin, at verða bjóðað av og okkurt at savnast um. Ynskja list, sum stendur á okkara botni, okkara mentan, sum brúkar okkara mál, hóast tað fyri alt her í verðini ikki má enda við nationalistiskum humbukki. Vit eru komin nakað á leið við styttri filmum, og hóast lopið er langt, er stundin komin til at fara undir stórar spælifilmar. Lykilin liggur partvíst í politisku skipanini, fæ skal til, men tað er kanska trupult at standa andlit til andlits við eitt so diffust høpi, sum ikki hóskar inn í nakran frymil - og har uppá seg fáar atkvøður ferðast. Tað ger tað ikki betri, at listin skal - skal - hava frælsi til at vera skeiv, øðrvísi, ógreinað og avbjóðandi fyri okkum hyggjarar. ”Ongin veit nakað sum helst”, sum manushøvundurin William Goldman segði um vegamótið, táið farið verður undir eina filmsverkætlan. Runavíkar kommuna letur nú býarinnar mentanarhús, Løkshøll, upp fyri føroyskum kykmyndum hvønn 14. dag. Tað frætta vit meiri um, og vit bíða eisini í stórum spenningi eftir at Geyta- og Robertvinnarin, Andrias Høgenni, kemur á gátt við stóra spælifilminum, sum býráð okkara hevur valt at stuðla. Alternativið til lagnuna hjá veingjaskerdu snjóugluni í stuttsøguni hjá Heinrich Böll, "Weggeflogen sind sie nicht", er, at samfelagið stuðlar undir veingjabreiði teirra, ið fáast við hesa avgerandi listagrein – kykmyndina. Tá kann tað vera at hesi orðini, hjá Martini og kræklinginum úr Leirum, ganga út: ”Ljósir kroppar heilsa tær og undrast yvir búna tín. Lat teir ikki nema teg, hevja teg til skýggja. Svarti ravnur flúgv so heim og sig mær, hvat tú sá. Ert tú enn tann sami, sum tá ið tú fleyg avstað. Ella ert tú ei, ella ert tú ei? Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini í Tórshavnar kommunu, helt eisini røðu um film og at ganga í biograf í sambandi við Áskoðaravirðislønina, sum tey møttu valdu og atkvøddu fyri á Geyta appini hjá Sona. Her er Geytarøðan hjá Gunvør: Øll hava vit staðið spent í bíðirøð til ein góðan film í biografinum. Kanska hava vinfólk tosað um filmin. Kanska hevur ein góð lýsing drigið okkum til dyrnar. Ella kanska hava vit lisið eitt gott ummæli á netinum. Vit keypa ofta atgongumerki til filmar við einum serligum spenningi. Tí vit vænta okkum eina góða uppliving fyri framman.  Eingin list uttan áskoðarar. Og soleiðis er eisini hjá skapandi filmsfólkum. Áskoðararnir eru neyðugir, tí eingin filmur uttan áskoðarar. Men hví eru filmar so hugtakandi? Summi vilja verða undirhildin, summi dáma spenning, summi stórar kærleikssøgur, og uppaftur onnur fáa hollan íblástur. Ein serligan íblástur, sum bara filmar megna at geva.    Tí tað er okkurt gandakent við filmum, sum fáa okkum at gloyma tíð og stað. Ein góður filmur flytur okkum burtur úr vanliga gerandisdegnum, og hesa løtuna eru vit treytaleyst rúnabundin. Er filmurin góður, eru vit eina uppliving ríkari, tá ið ljósið vinnur á myrkrinum, og vit tuska út aftur í gerandisdagin. Vit kunnu av sonnum fegnast um, at skapandi filmsfólk okkara taka seg alsamt fram. Tað krevur bæði tol, pengar og ein vilja av stáli. Allar fyrireikingarnar, øll bíðitíðin, allar telefonsamrøðurnar og øll boðini til leikarar, myndafólk og hjálparfólk. Alt hetta arbeiðið verður kókað niður til eina einstaka filmsuppliving. Tað er eitt kynstur at siga eina søgu um og til menniskju í einum og sama filmi. Men hvørja ferð Geytin verður latin, síggja vit, at føroysk filmsfólk smæðast ikki burtur.  Virðislønirnar eru væl uppibornar. Og tað er áskoðaravirðislønin eisini. Í Tórshavnar kommunu er ein vælvild at styðja undir arbeiðið at menna filmsframleiðsluna í Føroyum. Og tí hevur Tórshavnar kommuna eisini stuðlað Klippfisk øll árini. Tað krevur nógv at framleiða film. Tað vita vit. Men tað er eingin ivi um, at eldsálir og dugnaskapur er sjálvt grundarlagið, sum fær alt annað at henda. Kunnu vit haraftrat sum kommuna ganga á odda at flyta føroyska filmsframleiðslu fram á leið, so gera vit sjálvsagt tað. Samleikin hjá føroyskum filmi verður í hesum døgum evnaður til. Dreymin um okkara egna og serstaka føroyska filmsmál fara tit at røkka, tað eri eg sannførd um. Alt gerst ikki um eina leið. Men við tykkara gávum eri eg onga løtu í iva um, at tit fara at megna tað, sum bara fá trúðu fyri bara fáum árum síðani. Vit eru í øllum førum nógv, sum bíða spent eftir søgum, kenslum og øllum tí, føroyskur filmur fer at bjóða okkum áskoðarum í framtíðini. Umráðandi partur av hesum er eisini viðurkenningin, sum áskoðararnir geva tykkum. Og hesa viðurkenning fari eg at avdúka nú. Og so varð avdúkað at Gudmundur Helmsdal fekk Áskoðaravirðislønina fyri drúgvasta filmin á skránni í 2020 - Trøllabeiggi. Semja tykist enn vera á øllum pallum um, at Geytatiltakið er sjónligasta og higartil best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm og viðurskifti kring filmsgerð. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu Geytan, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd. Eitt nýtt navn í ár er Esther á Fjallinum, sum 25 ára gomul hevur gjørt fyrsta filmin, sum varð sýndur á Geytakvøldinum. Tað er hin lívgandi og stuttliga stramt komponeraði sangleikurin Við fyrsta eygnabrá , har hon sjálv hevur høvuðsleiklutin umframt fleiri tættir í filmsgerðini, sum er endaligur partur av lesnaði á íslendska filmskúlanum. Filmaði sangleikurin var eitt framúr várligt bros úr litríka miðbýnum í Havn. Her er Theresa Jákupsdóttir í miðjuni millum foreldrini Jytte og Jacob Paula Joensen. Saman við systrini Karinu, hevur Theresa gjørt heimildarfilmin Verkir , sum í heilum líki varð frumsýndur í Filmsfelagnum í fjør summar. Ein triðingur av filminum, sum er í trimum pørtum, varð tilmeldaður og vístur á Geytakvøldinum leygarkvøldið. Filmurin er ein sjáldsama væl eydnaður nýggjur máti at gera heimildarfilm, sum byggir á kvinnur og føroyska kvinnusøgu, tí jarðarmøður og tað at eiga heima mótvegis á sjúkrahúsi, er kjarnin og evnið í filminum. Í einum lítlum landi, har øll kenna øll, var tað áhugavert at hoyra fyrstu reaktiónina hjá innbodna dómaranum, tá hann allan vegin spurdi, hvørjar tær vóru, sum í filminum úttala seg, tí einki frámerki um professión ella navn varð brúkt í filminum. Representativ viðurskifti, sum eingin okkara fyrr hevði hugsað um. Og so tað, at innsettu søguligu filmsbrotini ikki altíð fylgdu júst tí, sum sagt varð frá um, men heldur vóru ein tilsiping ella kulissa til evnið. Gott at hava útlendsk eygu á føroyskari filmsgerð og harvið fáa eina second opinion. Um forsøguna til Geytan verður sagt, at tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, Nils Halm, sum í 2011 heitti á formannin í Filmsfelagnum at menna konseptið við einum árligum føroyskum stuttfilmskvøldi. Í samráð við familjuna varð navnið Geytin valt og fyrstu ferð brúkt í 2012. Niðanfyri sæst abbasonurin, David Geyti, sum eftir uppskoti frá mammuni, Astrid Andreasen, tilvirkaði standmyndina, sum í dag er kend sum Geytastandmyndin. Eina tíð vóru trettan ymsir biografar í Føroyum og føroyingurin gekk sambært ársfrágreiðingini hjá Ríkisumoðnum oftari í biograf enn allir skandinavar. Í Norðurlondum vóru tað bara íslendingar, ið gingu oftari í biograf enn vit. Men allar bygdir høvdu ikki biograf. Og nú koma vit til Geytan og mannin, sum Føroya fyrsta filmsvirðisløn er kallað upp eftir. Tað er kollfirðingurin og agronomurin Herálvur Geyti (1914-1985). Meðan hann læs í Danmark, giftist hann har og fekk sýnir, har av eg kenni ein, Bjørki Geyti. Hann giftist Astrid, sum sniðgav Geytastandmyndina og her sæst saman við amerikumanninum Robert M. Goodman, ið var gestadómari á áttanda Geytakvøldinum í 2020. - Helst hevur hann havt bjartar vónir um, at ein landbúnaðarstøð lat upp í 1950’unum í Kollafirði, men long tíð skuldi ganga til tað ynskið gekk út, sigur Bjørki. - Ivaleyst skuffaður tók hann í 1959 í staðin á seg at standa fyri einum kampingplássi í Blokhus, kenda frítíðarstaðnum í Jútlandi, nærmasta farleiðin til Føroya, tá tú ikki býrt í Føroyum. Har stóð hann fyri øllum virksemi til hann bleiv sjúkur í 1977, sigur Bjørki og leggur afturat, at lukkutíð var arbeiðið í Blokhus árstíðarbundið, so vetrarnar, vár og heyst, kundi pápin ferðast í Føroyum og vísa film, fyrst svart-hvítan uttan ljóð, og seinni við bæði liti og ljóði. Frá Farornas Ø hjá svenska Nordenskjold í Skúgvoy í 1929 og Fy & Bi frá 1921 til 1940, minnist Bjørki. Sjálvur havi eg sæð Geytan víst film í Dansistovuni á Eiði umleið 1971, tá hann vísti The Scarlet Pimpernel, Den Røde Pimpernel , giti tað var útgávan frá 1934 við Leslie Howard. Bjørki heldur, at seinasta filmssýning Geytin hevur havt í Føroyum mann hava verið í Fuglafirði í 1976. Men innímillum tók Geytin sjálvur film upp. Bæði úr Føroyum í hoyna, og frá eksotiskum ferðum í Ísrael og Marokko. Í Danmark helt hann so fyrilestrar í føroyskum búnað, sum á myndini niðanfyri, við filmi og myndum afturvið. Í dag eru hansara upptøkur, bæði filmar og fotomyndir, lætnar Forngripasavninum. - Á henda hátt bleiv filmur lívslinjan av kampingplássinum í Blokhus og heim til Føroya. Tí eri eg fegin um at tit funnu uppá at kalla Føroya fyrstu filmsvirðisløn soleiðis - Geytin, sigur Bjørki. Her er Herálvur Geyti (1914-1985) avmyndaður í Odense eftir ein fyrilestur. Sonurin, Bjørki, eigur myndina, sum fotografurin Ditlev Jensen tók í Odense. Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015, Andrias Høgenni í 2016 fyri Et knæk, Trygvi Danielsen, ið eisini kallar seg Silvurdrongur, fyri 111 góðir dagar í 2018, Andrias Høgenni fyri Ikki illa meint í 2019 og Búi Dam og Dánjal á Neystabø fyri Hví eru vit her? Í 2020. Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016, Maria Guldbrandsø Tórgarð fyri Maðurin við blæuni í 2018, Julia í Kálvalíð fyri Omman í 2019 og Gudmund Helmsdal fyri Trøllabeiggi í 2020. Hvørt ár hevur Geytadómsnevndin bjóðað einum útlendskum dómsnevndarlimi at vera við í metingini, tá besti føroyski stuttfilmurin skuldi finnast og fáa Geytan. Fyrsta árið var tað listarligi leiðarin á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich. Tann filmsstevnan hevur verið hildin í 60 ár og hevur altíð havt tætt samband við Føroyar. Til dømis vann Katrin Ottarsdóttir fyrstu virðisløn í Lübeck í 1989 fyri Atlantic Rhapsody, sum er fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur. Útlendsku dómsnevndarlimirnir vóru síðan amerikanska Meira Blaustein, ið er knýtt at Woodstock Film Festival, norska Silje Engeness, sum er leiðari fyri Kosmorama í Tróndheimi, finski Petri Kemppinen, ið er stjóri í Nordisk TV & Film Fond. Fyrsti útlendski filmsleikstjórin, sum er boðin við í Geytadómsnevndina er íslendski Hlynur Pálmason. Í ár var amerikanski Robert M. Goodman innboðin gestadómari. Íslendski Birgir Thor Møller, sum starvast á Norðuratlantisku Bryggjuni í Keypammanhavn og har fæst við norðuratlantiskan film, er aftur í ár gestur til Geytatiltakið. Her sæst hann saman við Ole Wich, sum hevur sett búmerkið hjá Filmsfelagnum á bringuna. Geytavirðislønin er í ár 35 000 krónur og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu er 25 000 kr. Øll árini síðan 2012 hevur Finnur Koba verið vælupplagdi verturin í Høllini í Norðurlandahúsinum tá Geytin og Áskoðaravirðislønin hava verið handaðar fyri fullum húsum. Síggjast aftur næsta ár! Ein strandarpromenada Riviera Paradise við Stevie Ray Vaughan í oyrunum og einum Sea Breeze í hondini, tað verður lagið, tá tú í framtíðin skalt svala tær á ein heitan dag yviri við Strond.  Tú hevur allan tann friðsæla fjørðin fyri tær, og ikki so mikið sum skuggan av hurrandi lastbilum og treylarum av havnarlagnum, sum fáa jørðina at skelva, senda sitringar í skallan og elva til ítøkiliga ótrygd, ikki bara fyri gangandi, men eisini fyri sjafførar. Havnarútbyggingin hevur gjørt vegin yviri við Strond til eina latenta deyðsfellu. Tá einki er gjørt við vegin, ið skal svølgja allan framburin, hava býráðspolitikarar, ivaleyst við óvanliga ringari samvitsku, leitað aftur til eina gamla ætlan, ið er at gera gøtu fram við sjóvarmálanum, akkurát sum tey hava í øðrum londum og býum, har tey vilja fagna havinum og skapa upplivingar fyri tey, ið eru til gongu. Altjóða móðurmálsdagin var eg niðri á Bukkvald, ikki fyri at loysa mær buksurnar, men fyri at royna útsiktina frá hesi ætlaðu strandarpromenaduni, sum nú er í ger. Spákingarvegur, sigur orðabókin fyri promenadu, og nevnir gongudekk, sum er serliga kent umborð á ferðamannaskipi, helst á ovasta dekki. Og tað er ikki eitt fremmant sýni, ferðamannaskip, á hesum leiðum, bara koronan ikki gjørdi um seg.  Hóast tað estetiskt ikki bendir á tað, hetta er hartkókað art brut í betong, er promenadan partur av varðveiting og miðling av søguslóðum í býnum. Fyri jól segði kommunan í tíðindaskrivi, at seinasta fiskastykki í býnum verður nú “liður í ætlanunum um at varðveita og miðla søguligu slóðirnar, ið finnast fram við náttúruvakra strekkinum millum Boðanes og Skansan. Ætlanin er nú at skipa økið soleiðis, at tað bæði verður áhugavert og atkomuligt fyri almenningin at vitja. At umvæla og miðla søguna um Fiskastykkið Yviri við Strond er partur av yvirskipaðu ætlanini at gera gøtu kring Havnina við ymiskum eyðkennum og náttúruupplivingum fram við bygdum øki. Partur av ætlanini er eisini gøtan fram við Sandá, sum varð liðug í vár, gøtan í Villingardali, sum verður gjørd nú, umframt ein stutt royndargøta Yviri við Strond undir kampingplássinum, sum verður gjørd í vetur. Seinni er eisini ætlan at gera útsýnisstað á Bukkvald. Týdningarmikil partur í fyrireikingunum til verkætlanina er uppmátingar og náttúruskrásetingar í økinum. Fiskastykkið er parturin av hesi langtíðarætlan,” sigur Tórshavnar kommuna. Hóst gott veður í løtum, hava seinastu dagarnir verið merktir av uppgangi, grimdarregni og illveðri. Enn er promenadan ikki long, men til ber at síggja hana, stíga á hana og kenna strukturin, har hon liggur í lendinum, strandarpromenadan.  Alt eg síggi hiðani, Ríkissalurin hjá Jehova Vitnum, Tórsbyrgi, Lágargarður og Boðanesheimið, er hugsað og bygt í lendið, ikki í oppositión við lendið. Tað er brúgvin ikki.  Hinvegin, her brýtur hart og júst av teirri orsøk varð Bukkvald lagt her, so alt kundi fara til havs. Í dag er bara oljugrús eftir. Oljugrús, sum kommunan av onkrari orsøk stoytir oman av bakkanum, veit ikki hví.  Her, aftanfyri kampingplássið og heim til fiskastykkið, er ein spennandi, fyri ikki at siga avbjóðandi samanstoytur av estetiskum royndum, frá art brut gongubrúnni, til betongblokkar og omanstoytta oljugrúsið. Sum skræddarseymað til eina útferð undir heitinum Syngjandi Grót.  At bjóða tí torførasta av, tí, sum helst aldri fer at rigga. At royna tað, sum longu í føðingini er deyðadømt, og kortini blíva við. Tað er nakað hugtakandi í tí. Kanska fer grótið at syngja ein skjønnan dag, og øll fara at ganga hond í hond frá Skansanum, út á Boðanes og niðan í Hoydalar. Kanska. Lítlum báti rekist eg á Fríggjadagin letur Steinprent dyrnar upp fyri framsýning hjá Peter Callesen, sum hevur arbeitt í verkstaðnum. Í tíðindaskrivi verður sagt, at framsýningin er fyrst og fremst tilfarsliga sermerkt. Tí umframt grafisku verkini, framsýnir Peter Callesen eisini verk, har hann brúkar pappírið sum skulpturelt tilfar. Hann hevur til framsýningina gjørt tvey verk, Time is Running og Falling Cloud , ið taka støði í sálminum hjá Fríðriki Petersen, "Tíðin rennur sum streymur í á", sum við inniligari lýsing av áraleysa rekanum mót stóra fossinum, setir orð á tilverunnar grundtreyt, at lívið er stokkut, og at vit liva tað ásannandi, at tað einaferð er liðugt.  Time is running lýsir fossin, sum ítøkiliga brýtur seg út úr blýantstekningini og rennur niður í fagrastu mynstrum.   Náttúran og menniskjan í henni er nakað, sum Peter Callesen hevur stóran áhuga fyri. Tað er eitt evni, hann hevur fingist við í fleiri A4-standmyndum, m.a. í verkinum Eismeer, ið er ein beinleiðis tilsiping til málningin hjá Caspar David Friedrich við sama heiti, sum er av einum skipi, ið verður knúst av risastórum ísflakum. Í eini aðrari A4 standmynd, Boat II , sæst ein lítil árabátur á stóra havinum. Listamaðurin er ikki minst upptikin av vatni í náttúruni, ið um somu tíð er lívgevandi, bleytt, ógvusligt og oyðileggjandi. Skipsmyndevnið gongur aftur í teimum trimum prentunum, sum Peter Callesen hevur gjørt til framsýningina í Steinprenti av einum smeltandi báti, einum søkkandi báti og einum skipsvraki. Sjálvur sigur Peter Callesen soleiðis um at arbeiða við hvíta A4 pappírinum: Í øllum verkunum á framsýningini er tað eftir øllum at døma náttúran, sum vinnur og deyðin, sum fær síðsta orðið. Men hetta hendir ikki uttan bardaga, poesi og humor. Har hómast ein ávís tyngd í teimum tematisku memento mori áminningunum i verkunum, ið samstundis tykjast merkt av sveimandi lættleika. Hetta kemst av tilfarsliga útgangsstøðinum og ikki minst av evnum listamansins til at umbroyta pappírið. Myndlistamaðurin Peter Callesen er føddur í Herning i 1967. Hann hevur gingið á Det Jyske Kunstakademi og Goldsmiths College i London. Seinastu árini hevur hann fyri tað mesta arbeitt við hvíta pappírinum, ofta við útgangsstøði í einum vanligum A4 pappírsarki. Hann hevur framsýnt ymsastaðni og fæst í løtuni við at gera eina altarprýðing til Margretukirkjuna í Valby. Í 2009 fekk hann 3 ára starvsløn frá Statens Kunstfond og í 2010 fekk hann Eckersberg Medaljuna. Sinking Boats er fyrsta framsýning hjá Peter Callesen í Føroyum. Upplating er fríggjadagin 22. februar kl 16. Øll eru vælkomin, sigur Steinprent í almennari innbjóðing. Hví kennast vit ikki við okkara egna? Hóskvøldsdimman byrjar sum allar góðar avísir eiga at byrja, við eini oddagrein, sum er skrivað til høvið, dagin og yvirskipaða evnið í tíðindameldrinum. Og tað er filmur. Betri yvirskrift í Føroya fyri sovítt elsta blaði enn Filmsdagar kann eg ikki hugsa mær. Takk fyri tað ELJ, nú tú gevst og avísin vónandi heldur fram. Tí pappírsavísirnar eru ikki tiltakandi. Tær eru vorðnar ein anakronisma í tiltakandi gjónni millum tey vitanarsterku og tey vitanarveiku. Tey fyrru liva í og við pull -miðlum, sum tey hála til sín, tá tey hava tørv á tí, eftir ein góðan feinsmeckeradøgurða, ropandi av Pingusreyðvíni fyri tjúgutúsund, meðan útarmaði fátækrakroppurin so dánt klárar at sleingja seg á útslitnu sofuna, sum tey keyptu í Innbúgv í hálvfjerðsunum, innan push -miðlarnir eru yvir teimum, ágangandi troðkanarmiðlarnar, sum bara koma í postkassan, tí postboðið hevur ikki annað at bera slitmanninum í dag enn preprentaði tilboð. Tað er sambandi hjá undirstættini við føroyska miðlaverðuleikan, tá vikan er um at renna út. Men so kanst tú fara í Filmsfelagið og síggja tann filmin, sum tey har í felagnum í eitt hálvt ár hava spátt fór at vinna í minsta lagi tveir Oscars. Tað gjørdu so nógv, at ein fullur salur kundi lurta fyrst eftir Gudmundi Helmsdal Nielsen, sum er púra bitin av asiatiskum filmi, og síðan síggja filmin, sum er um júst stættarstríðið - Parasite . Allíkavæl skal eg dragast ígjøgnum eina drúgva grein í fallandi Dimmu um, at hesin sami filmur ikki varð settur á skrá fyrr enn EFTIR at hann hevði vunnið fýra Oscar-virðislønir. Jú, soleiðs er tað skrivað, EFTIR. Hetta er lygn. Ja, tann helvitis lygn. Men konstateraða lygnin er sum einki at meta í mun til ta á øllum frontum framherskandi føroysku parasittbasilluna um aldri at kennast við sítt egna. Hví í heita helviti hava vit tað so? Nei, eg bara sigi so, nú vikan rann út á valentinsmessu og stormur og regn er yvir okkum. Tað var bara tann parasittin eg vildi gera burtur av mær. Ein parasittur. Kann man vera haturskristin? Tá tín argasti fíggindi skrivar um títt samlaða lívsavrik: "Humanisma Hanusar er ikki annað enn plagiat av Fjallaprædikuni," tá kann tað ikki verða betri, haldi eg. Tað er jú vakrasti tekstur í verðini og søguni, so sum vit kenna hana, søguna og verðina.  Sjálvt Roy Andersson kann ikki skamma Fjallaprædikuna niður í horna, men dyrkar hana sum eitt upphevjað úttrykk í misantropisku filmunum, sum nú eisini hava funnið brettir á føroyskum palli.  Men haldi ikki, at greinaskrivarin fatar tað framseting, hann kroystir úr egnum krampapenni, beint fyri evstamark, tvíhaldandi um hann, pennin, meira orgastiskt hatursfullur enn nakrantíð.  Greinin hjá briljanta ensktlæraranum, sum í kjalarvørrinum á religiøsa fólkaforføraranum, Jim Jones, leiddi okkum trygt gjøgnum How they bend minds í Newsweek í 1978, fær meg at spyrja:  Kann man vera ein haturskristin?  Er nakað til, sum eitir haturskristin?  Móti mínum vilja, fær Óli meg ikki bara at halda tað, men at tað er plausibult og í fínasta lagi, tí høvi er har beint nú.  Fyrst og fremst tí, at aktivir vinnulívsmenn hava gingið undan og tryggjað samfelagnum framdrift og vælferð. Okkara egna samfelag.  Og eg var eitt skarn, vildi eg ikki lovprísa teim imperiubyggjarum, sum í fyrndini bygdu Føroyar og lyftu byrði hvíta mansins úti í verð.  Eftir siti eg við spurninginum: Kann man vera haturskristin?  Matur og leikur - tað er Deyðadansurin 3.0 Samstundis sum matstovan KOKS aftur hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið, bjóðar Gunnvá Zachariasen undir heitinum Deyðadansurin 3.0 til sjónleik við Strindberg-drama undir leiðslu av Pelle Nordhøj Kann og heilt serligum mati frá kokkinum Soniya Sjöberg. - Júst sum August Strindberg sjálvur eksperimenteraði við sínum naturalistisku royndum á Intima Teatern í Stockholm fyrst í seinastu øld, har hann kunngjørdi, ‘at sjónleikur skuldi upplivast sum veruleikin sjálvur’ og verða heilt tætt at áskoðaranum, soleiðis er eisini Deyðadansurin 3.0 ein sera intim, forkunnug, fyri ikki at siga eksklusiv og sansalig uppliving. sigur Gunnvá Zachariasen, ið spælir leiklutin sum Alice. - At koma í eygnahædd við áskoðaran er nakað heilt serligt sum leikari. Vit, leikarar og gestir, koma so at siga at kennast gjøgnum kvøldið, vit práta saman, vit syngja, eta, dansa, vit liva hetta kvøldið saman, alt meðan kærleiksorrustan spælur seg út á gólvinum framman fyri okkum, sigur Gunnvá, sum umboðar TVAZZ. Leikurin er eitt norðurlendskt samstarv millum TVAZZ í Føroyum, Teater Insite í Svøríki og Teatergrad í Danmark. Í tíðindaskrivi í kvøld bjóðar leikbólkurin føroyingum at verða vælkomnar í veitslu. Vælkomin! Vit gleða okkum at bjóða DEYÐADANSIN 3.0 fram á eini rundferð í Føroyum í februar og mars í 2019. Nýskrivað og nýtulkað í einum spennandi samstarvi millum føroyska leikbólkin TVAZZ, Teater Insite úr Svøríki og Teatergrad úr Danmark. Meir enn 100 ára gamli klassikarin eftir August Strindberg verður her borðreiddur sum matsjónleikur. Alice og Edgar hava boðið 40 gestum til at feira sítt silvurbrúðleyp. 25 ár í viðgongd og mótgongd skal nú feirast í bygdahúsinum, har Alice og Edgar, og Kurt sum  toastmaster, taka ímóti teimum veitsluklæddu gestunum. Deyðadansurin 3.0 er ein leikur, har markið millum veruleika og spæl, fortíð og nútíð spakuliga kámast.  Ikki einans systkinabarnið Kurt verður vitni til ivasama kærleikan millum Edgar og Alice. Gestirnir sleppa at smakka beiska bitan av harðrenda hjúnalagnum og sum kvøldið lýður, lata okkara høvuðspersónar seg úr og avdúka eitt parlag, sum er gjøgnumsúrgað av beiskleika, vónbrotum, brostnum dreymum, lygnum og líðilangum aggi. Er nøkur vón fyri kærleikanum? Hetta verður ein veitsla við øllum tí góða: Góður matur við 4 serveringum, drykkjum, dansi, røðum, felagssangi, umframt øllum tí óvæntaða, sum prutlar undir lokinum. Ein deyðadansur, sum seint fer í gloymibókina, lova fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Deyðadansurin 3.0 byrjar har, sum Strindberg endaði leikin. Hjá Strindberg spyr Edgar konuna Alice í endanum á leikinum, um tey skulu feira silvurbrúðleypið, sum verður um 3 mánaðir. Í 3.0 versjónini er avgerðin tikin, og leikur byrjar við brúðarkransi, horntónum og snapsi í durinum. Í innbjóðingini hava Alice og Edgar ynskt, at gestirnir ístaðin fyri eina gávu taka grønmeti við, sum kokkurin undir kønari hond gandar til viðleikarar á borðinum við rættum so sum The Gift - Kunnleikans Træ - Síðsti Roykurin - Kødets Lyster... Tað er svenski kokkurin Miia Suhonen, sum hevur sniðgivið og sett veitsludøgurðan saman. Við støði í leikinum hevur hon tilevnað smakk og anga, og hevur við matinum spunnið beinleiðis træðrir millum veitsludøgurðan og kensluborna dámin í sjónleikinum. Á Føroyaferðini er Soniya Sjöberg kokkur. Tey trý leikhúsini Teater Insite úr Svøríki, Teatergrad úr Danmark og Tvazz  úr Føroyum hittust á Nordic Performing Arts Days, sum var hildin í Føroyum í 2016. Frumframførslan av Dödsdansen 3.0 varð 22. november í 2018 í Malmö og aftaná drúgva rundferð í øllum Skåne í novembur, desembur og januar og í Keypmannahavn í februar í 2019, verður Deyðadansurin 3.0  settur framførdur fyri føroyska áskoðaranum. Framførslan er á donskum og svenskum kryddað við føroyskum strofum. Framførslur í Føroyum byrja 27. februar á støðum, sum hava stuðla Føroyaferðini hjá Deyðadansinum 3.0 .  Henda dag er leikurin í Skúlakantinuni í Vestmanna. Dagin eftir í Royndarhúsinum í Nólsoy. 1. mars í Sjónleikarhúsinum í Havn, síðan dag um dag í Norðurlandahúsinum, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, í Skótahúsinum við Løkin, í Bygdahúsinum í Hósvík og at enda hin 7. mars á Seglloftinum á Tvøroyri. Deyðadansurin 3.0 er ein pall-uppliving har fá atgongumerki eru til hvørju sýning, so áskoðarin skal verða skjótur at tryggja sær pláss til veitsluborðhaldið og klassiska Strindberg leikin, siga fyrireikararnir. Atgongumerki verða einans seld í undansølu á www.atgongumerki.fo . Leikurin hevur 16 ára aldursmark og varar hálvan triðja tíma. Prísurin fyri drama, máltíð og útsikt til nýtt innlit er einans 300 krónur. Leikarar eru Gunnvá Zachariasen úr Føroyum, Ulver Skuli Abildgaard úr Danmark og Matthias Hahne Torbjörnsson úr Svøríki. Leikstjóri er Pelle Nordhøj Kann (DK) og Sosha Teperowska (DK) hevur tillagað leikritið. Scenografur er svenski Ilkka Häikiö. Menu-sniðgevi er Miia Suhonen og kokkur er Soniya Sjöberg, sum báðar eru úr Svøríki. Svenska Isabell Skarby Hay hevur gjørt búnar og hevur staðið fyri framleiðsuni saman við Eriku Lundvall (SV), Christine Worre Kann (DK) og Gunnvá Zacharisen (FO 2019). Myndirnar tók Per Morten Abrahamsen. Robert M. Goodman er gestadómari Amerikanski Robert M. Goodman, sum hevur meir enn 30 ára royndir úr filmsvinnuni, verður innboðni dómarin í Geytadómsnevndini leygardagin. Orsøkin er, at konan, Anita Reher, sum er stjóri í Nordisk Panorama, hevur fingið forfall. Maðurin, Robert M. Goodman, hevur verið í uppskoti at vinna Emmy-virðislønina, hann er leikstjóri, fotografur, framleiðari og høvundur. Og so hevur hann arbeitt við øllum sløgum av filmi heilt frá turrisligum heimildarfilmi til tølandi lýsingafilm. Innan Robert flutti til Danmarkar at búgva, var hann professari á The Art Institute of Philadelphia. Har undirvísti hann í níggju ár í filmsgerð, filmmaking . Goodman fer eisini at greiða frá um Nordisk Panorama, har Anita Reher er stjóri. Fríggjadagin 14. februar kl 16:30-18:00 fer Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, at tosa við Robert M. Goodman um Nordisk Panorama og vísa klipp frá festivalinum. Prátið verður á enskum í Norðurlandahúsinum og er ókeypis fyri fólk, sum koma í húsið at lurta. Úr Føroyum hava trý filmsfólk søkt um at sleppa við á Nordisk Panorama. Festivalurin varir seks dagar, er í Malmö í september, og fevnir um heimildarfilm og stuttfilm. Tey trý føroysku filmsfólkini eru Julia í Kálvalíð, Katrin Næs Joensen og Gudmund Helmsdal Nielsen. Tað upplýsir Filmshúsið. Leygardagin 15. februar frá morgunstundini og dagin á tamb er Robert M. Goodman partur av Geytadómsnevndini, sum hvørt ár arbeiðir con amore at fyriskipa Geytatiltakið og at meta um innkomnar filmar. Leygardagin fer nevndin enn einaferð at hyggja eftir og endaliga at meta um úrvaldu filmarnar, sum eru við í Geytakappingini 2020 og kappingini at vinna sjálvan Geytan, sum Runavíkar kommuna letur og borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen fer at handa. Vinnarin verður kunngjørdur leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum, tá eisini Áskoðaravirðislønin, sum Tórshavnar kommuna letur, verður handað í høllini, har 404 sitipláss eru. Uppteljingin verður gjørd við Sona-appini hjá Føroya Tele. Atgongumerkjasølan í Norðurlandahúsinum upplýsir, at útselt er til Geytakvøldið. Eins og undanfarin ár er Finnur Koba vertur. Alt er eitt redaktionelt val Síðan tríggir tilkomnir menn soleiðis hissini søgdu sína meining, og tað beint fram, um eitt aktuelt politiskt mál, hava flestu Facebookskrivarar knýtt teir til aldrandi donsku ronkedorarnar, sum misantropiskir tosa um leyst og fast á eini dekadentari matstovu meðan fólk ganga teimum til handa mitt í danska sjónvarpinum.  Í sjálvum sær er innslagið við okkara trimum heimlandsmonnunum tó ikki so interessant sum eftirfylgjandi kjakið, har journalistar og aðrir meiningsdannarar staðfestu, at ikki bar til at fáa kvinnur í henda leiklut. Tí varð valt, sum valt varð. Eg taki ikki undir við hesum premissi.  Heldur ikki, tá journalistar og aðrir meiningsdannarar í álvara fara at skilja millum hetta sokallaða harða tilfar, sum politikkur sigst vera, og tað bleytara tilfarið, sum mentan verður søgd at vera. Tað kunnu øll møsna um og stilla upp til soleiðis reint politiskt. Tað ger ikki møsnið minni og slagkraftina betri. Men hitt fyrra, tað harða tilfarið, kann bara eitt heilt serligt slag av føroyingum sleppa framat at røða um og viðgera.  Tað sundurbýtið keypi eg heldur ikki.  Tvørturímóti tvíhaldi eg um, at summum fólkum í Heimlandsføroyum hevur eydnast at gera og laga upp júst hetta býtið. At í kjaki er nakað bleytt og nakað hart. At nakað er virðisleyst og annað er virðistungt, viktugt og samfelagsberandi. Í heila tikið keypi eg ikki redaktionella uppáhaldið um, at summi evnisøki eru harðari ella bleytari, og tí bara kunnu lívgast við íkasti frá einum limi í fremsta frøðingafelagnum - tað er tað ævigt harða og til dómadags týdningarmikla - og einum óorganiseraðum lat okkum siga vakurleikabloggara við kvasireligiøsum observansi - tað er tað bleyta og gerandisliga - sum ger seg til reiðar at fóðra journalistisku konsummaskinuna fyri einki dag út og dag inn. Luttakararnir í hesum almenna kjakið, hvar tað so tekur seg upp, lata seg brúka í einum samfelagsbygnaði, har alt er um at gera framhaldandi at konservera stættarsamfelagið og halda tað á teirri stadnaðu kós, tað altíð hevur havt, stættarsamfelagið.  Eg keypi ikki uppáhaldið, at í miðlunum skulu nøkur evni viðfarast við hægri tign enn onnur og harvið fáa hægri production value enn onnur. Illanstíð. Tá yvirgangur bleiv ein skipaður vinnuvegur á vilsta vinstravonginum í sjeytiárunum, skrivaði danska FDB blaðið Samvirke aftur og aftur um, at miðlarnir vóru størstu terroristarnir, tá teir so skjótt, væl og umfatandi dekkaðu allar yvirgangsatsóknir í Jemen, Týsklandi og Italia. Asger Liebst í Samvirke og Carsten Jensen í Alt for Damerne. Helst er nakað um tað. Vælskrivandi pennar um dagsins viðurskifti. Altso at miðlanir altíð ganga ørindi og altíð eru berarar av eini íbornari samfelagsfatan, ið oftast heldur lív í og er ein fortreyt fyri tess egnu antitesu. Fríggjakvøldið eru tvær kvinnur og ein maður í sendistovuni í Kringvarpinum. Kjakið er varisligt og lítið útfarandi, tí maðurin, sum annars er uppistandsskemtari í jólaveitslum, bremsar øllum, so eingin kona torir siga nakað, heldur ikki verturin. Alt er á null og einki er broytt síðan 1956 og fer aldrin at verða tað. Redaktionelt varð aftur prógvað, at abort er ein dead end og eitt no go tá etiski flokkurin er við. Í Sosialinum í dag er hinvegin framúr grein um tvey, sum sætta morgun í hesum ári blivu árend í bili í Gøtu og mundu doyð. Ein grein, sum hugtekur meg, tí hon er so livandi og fesk, mest sum einki er fráliðið, síðan hendingin fór fram. Kundi næstan verið skrivað av hospitalsongini, so fesk er hon. Sum lesari kenni eg meg óvæntað væl serviseraðan.  Gái eftir, at skrivarin er kvinna, og á eini av næstu opnum er aftur ein kvinna, sum serstakliga livandi og vælskrivað sigur frá um fólkaræði í funktión og dysfunktión í dagsins Føroyum við lobbyvirksemi, klankulturi og undirløntum journalistum. Sjáldsama hugvekjandi tíðargrein. Dimma hevur eisini grein, ið er um kvinnu, sum fór úr fakfelag og í politikk, skrivað av kvinnu. So til útvarpið sama morgun, sum kvinnan í Sosialinum skrivaði um ferðsluvanlukkuna í Gøtu. Har er fínt mannfólkaprát, um traktorin í Kirkjubø, sum Beinir fór út av við fyri tretivu árum síðan. Tvær góðar og lutvíst líkar søgur sama morgun, men redaktionelt so púra ymiskar.  Eftir útvarpsprátið valdi morgunredaktiónin at spæla Indianer hjá Tøsedrengene frá LP’ini "Tiden er Klog" í 1984. Nú er akkurát tað orwellianska árið skjótt fjøruti ára gomul fortíð. Presturin, sum skrivaði og læs morgunlesturin hesa vikuna, tók støðið í Monty Python og kappingini um manglandi leiðvísi, The Race for People with no sense of direction.  Tað førdi meg í tankunum aftur til einasta átak í nýggjari tíð, ja lutfalsliga nýggjari tíð, at harmonisera ljóðligu útvarpsskránna, so eitt flow kom yvir hana, skránna, heilt frá morgunstundini og út á dagin. Men tað vildi tjóðin ikki. Útvarpið skuldi haldast á gomlu leiðini við fleirfalt endursendum morgunsangi og lesturi. Heilt frá morgunstundini. Maktin í Føroyum er um morgunin. Morgunmaktin í teim foldaðu hondum. Giti, at tá hevur Útvarpið fullan dekning, sum so svinnur út á dagin og um nátturatíð er runnin burtur í einki. Í TSVS hoyra vit aftur Monthy Python, og so kemur lurtaraynski frá vinkonum, sum í 1986 spældu Give me the Good News í eini jukeboks á bygd í Danmark. Ja, eg sigi og skrivi 1986. Tað gera tær aftur nú. 35 ár seinni. Ynskja at hoyra Give me the Good News í Morgunútvarpinum. Fínur sangur, sum Crocodile Harris av givnum orsøkum ætlaði øllum í Suðurafrika í 1983.  Tiden er Klog, sum Tøsedrengene søgdu í 1984. Og heimurin hevur flutt seg. Men ikki so nógv, sum eg kundi hugsað mær. Í hvussu er ikki í Útvarpinum.  Filmfestivalur í ytsta skergarðinum Tá tú hjá okkum kemur til bygda, er navnaskeltið tað fyrsta, tú sært. Í øðrum londum seta tey eisini fólkatalið á bygdaskeltið. Hetta hevur skapt hugtøk og sangir sum “Population One” og “Population Me” og sett einsemi í perspektiv mótvegis ovfólkaðum metropolum.  Her er bara tú. Nú er høvið at verða hesin einasti eini, sum fult og heilt myndar fólkið og talið á staðnum, um tú tekur av.  Orsøkin er korona. Men eisini filmur. Pláss er til ein áskoðara í einum stóli, nú Göteborg Film Festival fer av bakkastokki fríggjadagin hin 29. januar og heldur á í eina fysiska stólaviku. Bara tú, havið og 60 filmar. Eingin telefon, eingin familja, eingir vinir. Fullkomið filmssóttarhald. Einkarplássið, sum verður boðið út, er í 153 ára gamla vitapassarahúsunum á Pater Noster ytst í vestara svenska skergarðinum, längst ut i havsbandet, sum sviar siga, har bara slepst í báti frá Marstrand.  Húsini vóru karmur um lívið hjá komandi og farandi vitapassarum frá 1868 og heilt til 1977, tá vitin varð sløktur. Tretivu ár seinni varð vitin settur aftur á skerið, sum enn ber Faðir Vár heitið Pater Noster, men nú sum fundar- og ferðafólkastaður av eksotiska slagnum, ið øll vilja vitja.  - Tí fær staðurin nógva fjølmiðlaumrøðu, sigur Guðrið Højgaard, sum er stjóri í Visit Faroe Islands. - Er tað nakað, ið svenskarar duga, so er tað at byggja gistingarhús, ið taka støði í teirra egna DNA og eru eitt ferðamál í sær sjálvum, umframt ”bara” at vera eitt gistingarhús, sigur Guðrið, sum hevur búð og arbeitt í Svøríki í mong ár. - Pater Noster er nýggjasta dømið um hetta. Onnur dømi eru Icehotel í Jukkasjärvi, ið er heimsins elsta íshotell, og síðan er kopierað alla møguliga staðni; Tree Hotels, sum síðan eisini er kopierað nógvastaðni - tað eru smá gistingarstøð uppi í trøunum - og Arctic Bath, sum eisini er nýtt, og er heilt fantastiskt. Tað er eitt flótandi hotell, ið er bygt av timburstokkum, og tekur útgangsstøði í, at júst her vórðu timburstokkar, viðarbular, fluttir fyrr í tíðini. Hesi dømini byggja á og taka støðið í tí, sum tey hava, teirra DNA. Ísi, skerum, trøum, vatni, havi og timbri. Nýggja gistingarhúsið Pater Noster er heilt har úti í havsbrúnni, og hevur fingið miðlaumrøðu um allan heimin, síðani tað opnaði, sigur Guðrið og leggur afturat:  - Hetta var kanska nakað fyri teg, at melda teg til? Tú vart í øllum førum tann fyrsti, sum rann mær til hugs, tá eg sá hetta, segði Guðrið við meg á Messenger í morgun. Eg takkaði fyri vinarliga morguntankan og hugfarsligu filmsboðini. Hevði eg bara verið í Göteborg, so skuldi eg tekna meg at møta filmunum í havsbrúnni. Í koronustongsli er neyvan nakað sum filmur. Klikk á myndina niðanfyri og tekna teg, um tú ert í Svøríki! Vit fyrireika okkum at halda almennan Holocaust-dag Til vinstru sæst Herminia Daeden, attaché fyri franskt mál á Institut Français í Keypmannahavn, og til høgru Hanna Jensen, sum er franskur konsul í Føroyum, miðnámsskúlalærari á Kambsdali og fyrrverandi landstýrskvinna við skúlamálum. Herminia, sum er her í sambandi við skeiðsvirksemi hjá fransktlærarum í Føroyum, ynskir samstarv við Filmsfelagið um nýggjan franskan film. Tær báðar vóru millum áskoðararnar í Filmsfelagnum í kvøld, har Holocaust-satiran "Jojo Rabbit" varð sýnd. Vanligt er í Filmsfelagnum at mikukvøld innleiðir ein vælvaldur persónur sýningina. Hanna Jensen helt hesa røðu innan filmurin "Jojo Rabbit" varð sýndur: Vit fyrireika okkum at halda almennan Holocaust-dag! Kæru filmsgestir, eg havi glett meg nógv til hesa sýningina, og eg eri glað fyri at sleppa at siga nøkur orð, áðrenn vit fara inn í hendan heimin, sum Taika Waititi úr New Zealandi hevur skapt um Nazi-Týskland, um Holocaust, bygdur á skaldsøguna, Caging Skies, eftir Christine Leunens. Filmurin fær ymiska móttøku, og sambært Waititi er tað gott, um hann skilir vøtnini. Fyri hann, snúði tað seg ongantíð um at gera ein film, sum øllum dámar. Nei, heldur er hetta sambært honum sjálvum ein kærleiksgerð, tí hann hevur jødiska mammu og hevur arbeitt í umleið 8 ár fyri at skapa JoJo Rabbit, eina satiriska kommediu, har hann avvápnar áskoðarafjøldina – letur hana upp, so hon er klár at taka ímóti teimum djúparu boðskapunum um naivitet, blindleika, veruleika og upplatin eygu - og klár til at kjakast, um neyðugt. Tað nýggjasta, vit frættu um filmin fyrradagin, er, at hann nú hevur 6 Oscar-tilnevningar (besti filmur, besti kvinnuligi hjáleiklutur, besta handrit, besta klipping, besta framleiðslusnið og besta klædnasnið). Tað boðar frá kvalitetshandverki innan hesa listagrein. Spennandi! So út frá tí, kunnu vit róliga seta okkum væl til rættis her í kvøld og njóta verkið. Men tað hevur verið spennandi at lesa um tað kjak, og ta umrøðu filmurin hevur fingið. Og eg haldi hesi umboða nógv av tí, sum natúrliga fer ígjøgnum okkara tankar, tá vit hoyra um at viðgera Holocaust, Nazi-Týskland og Hitler satiriskt og skemtiligt. Hvussu riggar tað? Dámar mær hugskotið? Hvussu fara tey, sum í tíð eru enn longur burtur frá søguligu hendingunum enn vit, at fata Hitler og tað søguliga fakta? Nær álvarin hjørtum og hugsanum? Kemur ein rættur boðskapur um ta serligu tíðina at liva víðari? Hvat er munadyggasti háttur at læra um fólkadráp, serliga nazismuna og 2. veraldarbardaga? O.s.fr. Og hetta hevur leikstjórin sjálvandi eina meining um. Hann heldur, at skemtileikur og satira hava tað við at vara longur, at ávirkanin á hyggjaran fylgir honum út í lívið aftur á ein meira reflekterandi hátt og elvir til meira opinleika um evnið, enn tá tú sorgarbundin og kanska niðurbrotin fert út frá tí tragiska filminum. Hetta kunnu vit grunda á, meðan vit hyggja. Og vit kunnu líka minna okkum á, hvussu nógv satiruteknarar og -bløð munnu avdúka og prika, nú 5 ára dagurin júst fór framvið, tá heili 12 fólk á blaðnum Charlie Hebdo í Paris vórðu hatursfult myrd fyri sína list, sín journalistik - eg hugsi ikki minst um sjálvar teknararnar: Cabu, Charb, Wolinski, Honoré og Tignous, hvørs grøv eg havi vitjað í Père Lachaise kirkjugarðinum. --- NÁM, okkara almenni stovnur fyri útbúgvingartilfar – skilt heilt breitt, fyrireikar í hesum døgum, at Føroyar skulu halda sín fyrsta almenna Holocaust-minningardag. Og tað er í veruleikanum stórt! Hesin dagur varð samtyktur, hin 6.mai í 2019. “Uppskot til samtyktar, frá Jógvani á Lakjuni, um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp” varð samtykt við hesi samtyktarorðing, sum eitt samt løgting tók undir við: “Dagurin eigur at verða ein námsfrøðiligur minningardagur, sum skal hava til endamáls at stimbra søguliga og etiska vitan um fólkadráp og skal somuleiðis kunna um tey viðurskifti, ið hótta fólkaræðið og elva til slíkar ræðuleikar. Talan er ikki um ein frídag, halgidag ella flaggdag, men ein upplýsandi dag um viðurskifti, ið hava við fólkadráp at gera. Dentur eigur at verða lagdur á at upplýsa um fólkadráp, at framleiða egið tilfar og at fáa týtt og lagað útlendskt tilfar til føroyskt. Søguliga tilfarið um Føroyar undir seinna heimsbardaga eigur at verða ment, og bæði gransking og upplýsing á øllum stigum í føroyska skúlanum kann gerast dyggari. Harafturat kann føroyski leikluturin orðast, hvussu vit kunnu verða partur av alheimsarbeiðinum at basa fólkadrápi og ganga ímoti teimum kreftum, ið ynskja at týna fólkaræði. Løgtingið heitir á Mentamálaráðið og Nám at taka arbeiðið á seg at skipa fyri almennum degi 27. januar og at seta neyðugan pening av til hetta, so at undirvísingartilfar kann gerast, framsýningar og framførslur kunnu skipast, og at fáa skúlar, kommunur, søvn og viðkomandi partar at ganga saman um henda dag.” Tað var mær ein gleði sum landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum at vera við til at virka fyri semju um málið, sum semjuteksturin, sum júst varð lisin upp, greinar. Semju í samgonguni um at atkvøða fyri einum andstøðuuppskoti og leggja eitt didaktiskt uppalandi fokus á dagin! Tí hvat betri amboð eiga vit enn undirvísingarstøðuna at arbeiða við, at viðgera og skriva um, at skapa út frá, at kunna um tey eyðkenni, sum kunnu eygleiðast og eyðmerkjast, tá vit hava við fólkadráp at gera? Gjøgnum undirvísingina kunnu vit eisini fara út til søvnini eftir tilfari, til framsýningar o.a. Vit kunnu fyrireika okkum væl áðrenn og eftirviðgera og eftirmeta, tá vit savnast aftur í skúlastovuni. Tað var sera meiningsfult at peika á Nám sum høvuðsfyrireikara og at byrja við at seta eitt sindur av peningi av til endamálið. Eg vildi samstundis ynskt, at vit kundu gjørt líknandi breiðar semjur um so mangt annað týdningarmikið í okkara samfelagi. Eg kundi nevnt fiskivinnupolitikk og pensjónspolitikk, men eisini filmspolitikk og málpolitikk. Har er langt á mál hjá okkum. Sum undirvísari eri eg von at nýta góðar ella serstakar filmar at seta eitt evni fram í ljósið og inn í fatanina hjá yngra ættarliðnum – bæði í føroyskum og fronskum. Eisini filmar um Holocaust, m.a. klassikkaran hjá François Truffaut, har ein jødi eisini verður fjaldur – ikki á loftinum, men í kjallaranum á leikhúsinum, har hann sjálvur var stjóri, áðrenn Frakland varð hersett av Týsklandi í 1940. Tann støðan, sum víðgongd ideologi er gróðrarbotnur fyri, verður í “Le Dernier Métro” lýst við einum dupultleika næstan uttan líka: dupultlív, dupulttýdningur, fals, loynidómar og tað at fjala eru í hvørjum orði, á hvørji húsahædd, í hvørjari relatión. Og eg vænti, at víðgongda ideologiin í blandi við einum flogvitigum leikstjóra og við fantastisku filmslistini enn einaferð fer at taka okkum á bóli, hvussu sterkt bland hetta er at viðgera trupla evnið – eisini til didaktiska nýtslu. Vit hava jú verið her fyrr, ha? Vit hava sæð “The Diary of Anne Frank” (Biografi og Drama frá 1959), “Le dernier Métro” (Drama og Romansa frá 1980) “Schindler’s List” (Drama frá 1993), “La vita è bella” (Kommedia og Romansa frá 1997) og fleiri aðrar... Men tann ófatiliga støðan, eitt samfelag kann koma í, tann ófatiligi óndskapurin, sum søgan var vitni til undir 2. Veraldarbardaga og bæði fyrr og eftir tað; tann etiska tvístøðan, sum menniskjuni tá koma í, teir heimspekiligu og gudfrøðiligu tankar, sum tá eru viðkomandi, MUGU vendast og snarast og eygleiðast í ØLLUM smáflatum - regluliga. Vit mugu baða okkum í reindyrkaðari filantropi og seta hana upp ímóti tí ræðuliga øvuta. Vit mugu inspirera okkara børn og ungu, vit mugu viðgera mannasøguna – ikki minst hesar myrku blettir á tíðarlinjuni ymsa staðni “á hini skæru himna-stjørnuni, sum heimur okkar er” - fyri at sitera norska atventssangin, sum Rúni Bjarkhamar týddi hann til føroyskt. Og eg haldi, tað er hóskandi at lesa 3. ørindi í sanginum upp, tað, sum er halgað 3.sunnudegi í atvent: Kveik ljós Trý ljós, sum loga, har kríggj og ósátt stá Har frælsið verður fjøtrað, slít tú tær leinkjur tá Lat mannavirðið sigra, tí alra ogn er tað Kveik ljós hjá øllum teimum, íð syngja frælsis lag. Eg vil nú takka tveimum ljósberum, tveimum kyndlum: Takk Nám fyri fyrireikingarnar til Holocaust-dagin nú 27. Takk fyri strembanina eftir góðum dagførdum og viðkomandi undirvísingartilfari! Takk fyri kunning, førleikamennandi skeið og fyri tykkara útrættu hendur til samstørv við aðrar partar av samfelagnum. Takk Filmsfelagið fyri tykkara ótroyttiliga arabeiði fyri, at vit í Føroyum regluliga kunnu síggja góðar og fjølbroyttar filmar í biografinum – ja, úr øllum heiminum. Eg eri ikki so ofta til sýningarnar mikukvøld, sum eg vildi, men tað ger nakað við mína kenslu av okkara samfelagi, at eg veit, at dygdarfilmur, vitanar- og listarvirksemi fer fram her. At vit á ymsan fjøltáttaðan hátt hava frælsi at viðgera alt hugsandi. Ein vitan um regluliga útlufting og høvuðsreingerð í okkara viti og kenslum, skapar vón og ljós. Nú fara vit at síggja JoJo Rabbit - má hann - umframt filmsuppliving okkara í kvøld - gerast eitt av okkara árinarmiklu undirvísingaramboðum móti fólkadrápi! - Hanna Jensen -  Harald sýnir fram í Lítluvík fríggjadagin Omanfyri sæst kavarin og myndamaðurin úr Vestmanna, Harald Bjørgvin, í durinum heima hjá mær við nýggju bókini Havsins aldingarður, sum Sprotin gevur út. Undirheitið er Blue Eden, tí bókateksturin er eisini á enskum.  Harald hevur fotograferað og skrivað upplivingarmerkta frásagnartekstin til myndirnar, meðan lívfrøðingurin, Jan Sørensen, hevur skrivað konsisa fakliga tekstin. Fríggjadagin 8. januar klokkan 16 letur Harald upp foto- og søluframsýning við myndum úr bókini. Framsýningin verður í Smiðjuni í Lítluvík, og har ber eisini til at ogna sær bókina. Fremst í bókini greiðir Harald framúr sansaliga og tó praktiskt nærverandi um, hvussu hann fekk áhuga fyri fotografering, og hvat hendir, tá hann nógv ár seinni seinni loypir úti og fer at kava við myndatóli og blitsi. Fyrstu síðurnar eru so hugtakandi, at tú onga løtu ivast í, at kaving, samantvunnin við fotografering, veruliga kann gerast ein tann mest burðardygga ferðavinnugreinini í Framtíðarføroyum. Orðini, upplivingarnar og eygleiðigarnar hjá Haraldi, serliga í Breiðugjógv í Syðradali á Streymoynni, sannaføra meg avgjørt um hetta. Kaving og fotografering. Tað trúgvi eg uppá.   Tí varð tað mær ein serlig fragd, tá Harald í dag spurdi, um eg kundi verða við til framsýningina fríggjadagin og varpa ljós á bók og myndir í einum práti mitt á gólvinum, live on site og uttan mikrofon, og soleiðis at tey møttu eisini kundu spyrja. Tað var gamaní, og nú gleði eg meg bara til fríggjadagin og eitt tað fyrsta tiltak í nýggj árinum, í koronatryggari frástøðu, sjálvandi. Ole Wich verður við, og fer at peika á siðbundnu føroysku landslagsmyndina, sum nú eisini sæst undir havskorpuni.  Prátið við Harald byrjar ein hálvan tíma eftir at dyrnar eru latnar upp til bóka- og fotoframsýningina í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin. Á egnu heimasíðuni við fotomyndum sigur Harald, at hann hevur tikið myndir, alt tað hann kann minnast. Fyrsta tólið, sum hann tók nógvar myndir við, var eitt Pentax í 1986 og fram. Tá Harald fyri fáum árum síðan fóra at kava, gjørdist hann hugtikin av litum. -  Now I have refound my passion for photographing, sigur hann á heimasíðuni, sum er á enskum.  Harald tók fyrst nógvar myndir við einum Fujifilm Finepix F500 exr, so fór hann eitt stig víðari við einum Nikon D610, og síðan september 2017 hevur hann brúkt eitt Nikon D810, sum eisini er full frame.  Gløsini, objektivini ella linsirnar eru 105 ella 60 mm tá hann tekur makromyndir, ella ein 15 mm víðvinkul tá talan er um landslagsmyndir oman- og niðansjóvar. Til myndatólini hevur Harald ein Nauticam undirvatnshúsa, sum D810 passar í. Á henda hátt kann Harald brúka somu professionellu myndatól á landi og í sjógvi. Áttanda Geytakvøldið kunngjørt Leygarkvøldið 15. februar verða Geytavirðislønin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu latnar bestu føroysku stuttfilmunum í Norðurlandahúsinum. Til áttandu filmskappingina eru komnir 20 filmar. Úr innkomnu rúgvuni hevur dómsnevndin valt 8 filmar, sum verða karmurin um Geytakvøldið í ár. Eyðkennið fyri innkomnu filmarnar er dirvi, fjølbroytni og hugurin at ganga nýggjar eksperimenterandi leiðir. Talan er um ymisk filmsløg, sum hvør í sínum lagi tala til ymsar málbólkar. Harumframt royna innkomnu filmarnir at náa ymisk støði í stíli, og størri dentur verður nú lagdur á sjónleikin og leikstjórnanina, eins og filmiska frásøgusnildin verður brúkt elegantari enn fyrr. Tekniskt er góðskan eisini blivin betri, og søgurar eru týðuligari, mest tí at nú verður oftari skorið inn á bein. Úr filmsrúgvuni kann nevnast: Animatiónsfilmar, sum royna nýggj og bersøgin útrykk, eini heimildarfilmurin brúkar nýggjan frásøgumáta, fyri børnum skapa tveir vertir ein øðrvísi heim og í ár er ein sangleikur fyri fyrstu ferð komin Geytadómsnevndini í hendi. Fyrr sóust somu evni ofta í fleiri filmum, sum komu til Geytakappingina. Nú sæst skilliga at filmsvinnan hevur fingið betri umstøður, og at hon nú hevur nøkur ár á baki. Eins og í fjør verður vinnarin í Klippfiskakappingini sýndur og úrslit úr Nóllywood eru millum úrvaldu filmarnar. Geytakvøldið verða hesir filmar vístir: Pápar mugu ikki forskrekkjast (Jónfinn Stenberg, Klippfiskvinnari 2019, 2:35 min) 1 Við fyrsta eygnabrá (Esther á Fjallinum 2019, 11:30 min) 2 Verkir (Theresa & Karina Jákupsdøtur 2019, 23:29 min) 3 Hví eru vit her? (Búi Dam & Dánjal á Neystabø 2019, 22:00 min) 4 Ósøgd orð (Nóllywood 2019, 9:49 min) 5 Trøllabeiggi (Gudmund Helmsdal 2019, 30:00 min) 6  The River (Atli Brix Kamban 2019, 3:31 min) 7 Smoothie Baby (Nóllywood 2019, 1:40 min) 8 Vit/Kenslur (Nóllywood 2019, 13:53 min) Hvat hevur nýggja árið í væntu? Ein nýggjársmynd úr Tórsbyrgi við fjørðinum, skipum og Nólsoynni í baksýni. Hendur í lumma, hyggur maðurin í miðjuni upp á luftina, og leggur í rammuna ein undranarskoðandi karakter, sum eg ikki varnaðist tá eg stillaði inn, klikti og royndi at finna eina hóskandi blendu til eina aðra løtu, tá midnátarrakettirnar fóru at bresta. Í veruleikanum var tað ikki hetta myndaevni, eg ætlaði at fáa í kassan, men bara ein varhuga av ljósinum. So hendi tað, at ungi maðurin toygdi seg í undran og nam við ein nýggjárstanka í siktinum, meðan bálið brennir út, eins og árið, ið sløknar og skjótt er øska. So tilvildarlig er myndatøka. Tøknin er einki. Tíðin er alt.  Her skal verða frítt at fara, siga tey um tað ganska land. Hesir opportunistisku kolporterarar fáa meg at hugsa um Cole Porter og sangin Don’t fence me in, sum stavar frá 1934 og var á hvørjum munni tíggju ár seinni, tá ikki bara Roy Rogers, men eisini Sinatra og Crosby sungu hann.  Gev mær land, gev mær land, men girð meg ikki inni.  Eg skilji meiningina, men nalvapilkandi smásinnið hjá lokalpatridiotum av einvaldømisslagnum fer vónandi ikki at máa tjóðarbyggjandi styrkina undan nýggjastu verkætlanini, sum eftir einum degi undan jólum knýtti okkum saman í eina nýggja ringrás, Eysturoyartunnilin.  Og so til Klaksvíkar við eini jólagávu, sum ikki passaði. Ein-svey-drei so parkeraði eg í túninum hjá JAP og hevði býtt um eina Hawaii-skjúrtu til tvær, eina bláliga og eina grønliga.  Tað var ikki gamalt, hvørki at keypa jólagávur í Klaksvík, tíansheldur at býta tær um eftir lítlari løtu ein leygardag seinrapart millum jólanna, meðan kavin hevur lagt seg mjúkan um oyggjarnar, og ein lýsing frá Norðoya Gongufelag sigur soleiðis um Kunoyargalv:  “Kunoyargalvur, hann er altíð fyrstur og síðstur at boða Klaksvíkingum frá kulda og vetri, ja, tað hendir av og á, at hann á hásumri smoygdi eina hvíta hettu niður yvir høvd og herðar sum eina ávaring um, at hann als ikki hevði forkomið sínum hvíta línklæði, men bara lagt tað frá sær eina tíð. Tá gjørdust vit staroygd, ánaðu óráð, og lívsgleðin hvarv í iva, Kunoyargalvur gjørdist kuldans og vetursins kaldi og dapri boðberi. Sum ein ovurstór reising hevjar hann seg upp úr sjónum, hesin prúði verjugarður, steingir havalduna úti, ger Pollin og Vágna til eitt árent og trygt friðskjól hjá havsins ferðandi garpum. So eyðkendur er Kunoyargalvur úr Klaksvík, bæði av landi og sjógvi, at hann er sjálvskrivaður sum varðtekin fyri Klaksvíkina.” Sæð úr túninum hjá Føroya Bjór, har rustaðir konteynarar kappast við tíðarleys bygningsverk, er Kunoyargalvur at síggja sum eitt symbol, har tú í kavavaskaðum reinleika kanst gloym alt staðbundið og bara síggja tað figurativa skapið, kanska av einum ísfjalli við fuglaskaptari stjørnu í stevninum. So skifta vit perspektiv og hoyra ísfjallið rópa gjøgnum tíð og rúmd: “Tak meg, og verð mítt Titanic!” Jú, David Olney skrivaði tann sangin, ein av hansara mongu søgum, ið burdu verið dyrkaðar sum fyrisagnir, har næmingar við vágna kundu lært perspektiv og at sita undir hvørjum illveðursorði í silvitni. Nýggja árið fer at vísa um verkætlanin verður til innovativt samfelagsgagn, ella um politikarar fara at falla aftur á heimføðiskapin við bygdaskeltum sum fremstu skjaldramerkjum á sama støði, sum tá vit gjørdust eittans valdømi og blivu lokalidiotiskari enn nakrantíð. Eg vóni og vænti tað fyrra. At nýggja árið fer at elva til innovativt samfelagsgagn, takkað verið júst tunnlinum, sum úr Havn eitir Eysturoyartunnilin. Men tá eg komi heim aftur, hugsi eg fyri vist, at hann kann ikki eita so. Tá kann hann ikki eita annað enn Havnartunnilin. Soleiðis grør minnið altíð í lendinum, sum definerar tronga heimssýnið, tá eingin er at víðkað um tað, heimssýnið. Gott nýggjár! Dagsins bók Dagsins bók, er hon, sum Jóan Pauli Joensen greiddi frá um í almannavarpinum í morgun . Hann skal ritstjórna eini føroyskari útgávu, sum skal gevast út á føroyskum, donskum og enskum og í talgildum líki. Síðan eg rendi meg í hana á einum antikvariati á Vesturbrúgv í Keypmannahavn, hevur hon staðið komplett á bókahillini sum eitt møbilstykki, Trap Danmark, í útgávu frá 1930, tá Gunnar Knudsen í Charlottenlund og E. Weitemeyer, høvdu brúkt 11 ár til ritstjórnararbeiði av hesum níggjunda bindi av tilsamans tíggju. Tað siga teir í fororðunum. Eisini verður sagt at Færø Amt parturin, sum er í hesum bindi, í bókstavarøð fekk stuðul frá Gunnar Dam, Anton Degn, Geodætisk Institut, M.A. Jacobsen, Ejnar Knudsen, Alfred Larsen, Poul Nørlund, D.P. Otzen, Hj. Ringberg, A.C.A. Strubberg og Vandbygningsvæsenet. Sagt verður ikki hvør hevur bundið inn. 90 ár seinni haldi eg at tað er flottasta avrikið. Tað sigur nokkso nógv um fyribrigdi bók, ikki minst leksikon, og so um netstøð sum Wikipedia, sum ikki hava eitt handgrípiligt estetiskt bókaúttrykk, men heldur eru søvn við vitan, sum altíð verða dagførd og ongantíð prentað. Krígsfotografurin - filmur og masterclass Mikudagin 29. januar kl 20:00 vísir Filmsfelagið danska filmin Krígsfotografurin . Filmshúsið hevur boðið leikstjarnum, Boris Benjamin Bertram, og fotografinum, Henrik Bohn Ipsen, til Føroya í hesum sambandi. Eftir sýningina fara teir báðir at tosa um filmin og at svara spurningum í Havnar Bio, har Filmsfelagið vísir film hvørt mikukvøld. Tina í Dali Wagner, sum er stjóri í Filmshúsinum, fer at stýra prátinum, og Ole Wich fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum. Í seks ár hava Boris og Henrik fylgt kenda krígsfotografinum Jan Grarup til arbeiðis í lívshættisligum krígsøkjum úti í verðini og so heima við hús í Danmark. Dagin eftir filmsýningina fer Tina at skipa fyri masterclass í Filmshúsinum við Boris og Henrik frá klokkan 14:00 til 17:00. Masterclass undirvísingin kostar einans kr 175,00 og tilmelding er á tina@filmshus.fo Krígsfotografurin er í uppskoti at fáa Robert virðislønina sum besti heimildarfilmur. Avgerðin fellir sunnudagin hin 26. januar. Boris Benjamin Bertram er útbúgvin leikstjóri á Danska Filmskúlanum í 2005. Henrik Bohn Ipsen er útbúgvin fotografur á Danska Filmskúlanum í 1997. Atgongumerkjasølan til filmsýningina er byrjað við skivuna í biografinum og á netinum. 29/1 kl 20:00 Krigsfotografen (Boris Benjamin Bertram DK 2019 78 min) Nógv fólk í biograf Ongantíð áður hava so nógv fólk gingið í biograf sum nú. Tað sigur Jákup Eli Jacobsen, sum rekur Havnar Bio, har Filmsfelagið vísir film hvørt mikukvøld.. Beint nú hava ikki færri enn 528 fólk sæð heimildarfilmin "Marianne & Leonard: Words of Love" í Filmsfelagnum. Tónleikafilmar av hesum slag hava altíð verið serstakliga vælumtóktir í biografinum. Fýra av døgunum millum jól og nýggjár vóru størstu dagar nakrantíð hjá Havnar Bio. Mest sæddu filmar í undanfarna ári vóru: 1 Løvernes Konge 2 Avengers Endgame 3 The Birdcatcher's Son 4 Joker 5 Frost 2 6 Aladdin 7 Sådan træner du din drage 3 8 Spier Man: Far From Home 9 Star Wars: The Rise of Skywalker 10 Jumanji: The Next Level Filmsheitini eru í flestu førum donsk, tí filmarnir verða sýndir við donskum undirteksti og eru frá donskum útvegarum. The Birdcatcher's Son varð tó sýndur við føroyskum undirteksti. Havast skal í huga, at nakrir av mest sæddu filmunum vórðu frumsýndir beint fyri ársskiftið og eru tó á topp 10 listanum fyri alt árið 2019. Í fyrstuni var myndin Aftur í dag var eg mintur á ósvitaligu styrkina í myndini. Ein so ósvitalig styrki, at í minsta lagi eftirlit má til, og hjálpir tað ikki, so er tað fyrst ávaring og síðan fullkomið bann, eyðablikkiligt myndabann. Tað minti Facebook meg á í dag, nú kjøt verður selt frá bóndanum í Búðini úti á Heyggi á Velbastað. Tað púra gerandisliga, sum er í matsølu, og tað púra natúrliga, sum er í heimligum slakti, verður skrásett sum vandamikið og niðurbrótandi í altjóða eygum. Í einum automatiseraðum snareftirliti fer pengasterkasta fyritøka í verðini instantly eftir føroysku myndini, at rætta staðbundna forfallið inn til altjóða standard. Men havi eg dirvi, so kann eg klikkja og taka hana fram undir egnari ábyrgd, demoraliserandi myndina. Herrópið og stavnhaldið hjá pengasterkastu fyritøkuni, sum varð stovnað í 2004 og hevur adressu á Hackergøtuni í Menlo Park, er enn sum áður Give people the power to build community and bring the world closer together. Men henda myndin er ov sterk og ágangandi fyri felagsskapin. Kanska tí at altjóða og serliga amerikanska krígs- og dreparamentanin ger myndafatanina óunnuliga, tí vit onga PISA kanning hava at stuðla okkum til tá umræður mynda- og propagandabrúk. Bókstavamentanin stendur sterk, men tey sum lesa minst hava betri uppiborið. Tí í fyrstuni var myndin. Ikki orðið. Ber til at gera satiru úr Holocaust? Fyrsti almenni føroyski dagur til minnis um Holocaust nærkast. Dagurin er 27. januar og skal eftir samtykt í Løgtinginum hereftir haldast í Føroyum. Orsøkin til at júst hesin dagur er valdur er, at 27. januar fyri 75 árum síðan bjargaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødum og øðrum kúgaðum fólkum úr týningarleguni Auschwitz-Birkenau. Sum upptakt til fyrsta Holocaustdagin í Føroyum fer Filmsfelagið at vísa spildurnýggja filmin Jojo Rabbit , sum nýsælendski Taika Waititi hevur gjørt úr søguni Caging Skies . Taika Waititi er jødi og maori. Hanna Jensen fer at innleiða sýningina, sum er mikudagin 15. januar í Filmsfelagnum. Filmurin Jojo Rabbit er ein amerikansk satira um Holocaust og Nazitýskland. Vit fylgja 10 ára gamla týska dronginum Johannes Betzler, sum verður kallaður JoJo og mest av øllum stríðist við einsemi. Tað er Roman Griffin Davis, ið hevur leiklutin sum Jojo. Tá hann ein dagin uppdagar, at mamman, sum er Scarlett Johansson, krógvar eina jødiska gentu (Thomasin McKenzie) á loftinum, noyðist hann at endurskoða tilveruna. Jojo fer til loyniliga og ikki sørt uppspunna hjartavinin, sum er leikstjórin sjálvur, Taika Waititi, ið leikar Hitler, at siga honum frá um hetta skakandi loyndarmál heima við hús. Tað er í hesum sambandi og samskifti, at Jojo ásannar eina blinda tjóðskaparkenslu, sum bara hann megnar at bjóða av og - kanska - mana í jørðina. Tí er Jojo Rabbit ikki sum filmar flest. Sama tema og somu frásøgulutir hevur franski meistaraleikstjórin François Truffaut brúkt í filminum Le Dernier Métro í 1980. Øll hava atgongd til filmar hjá Filmsfelagnum. Sigert á russiskum Í fyrrárið var eg í Moskva at vísa føroyskan stuttfilm saman við Bjørn Kunoy í Dom Kino mitt í býnum. Í elevatorinum upp til biografin, sigur ein djúp rødd: ”Gott kvøld og vælkomin til Moskva!” Eg hvakk við, tí hvussu sært tú á fólki, at tey duga føroyskt? Tað var Andrei Melnikov, sum ikki bara dugdi føroyskt, men eisini øll mál úr okkara grannalondum. Eg varð bergtikin. Tá bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum møttust vit aftur, tí hann legði fram bókina um Sigert í Kirkjubø á russiskum. Ja, á russiskum. Men hvussu í allar víðu verð bleiv tað til? - Nú skal eg fortelja, hvussu hugskotið um útgávuna av bókini hjá Sigerti gekk út. Vinir hjá mær í Føroyum høvdu leingi tosað við meg um, at bókin burdi verið týdd til russiskt. So fór FarLit til Russlands at luttaka í einari stórari bókamessu, Moscow Non-Fiction Book Fair, sum var í november 2018, og eg gjørdi royndartýðingar av nøkrum føroyskum bókum fyri tey, harímillum Siberiabókina. Á messuni hittu vit leiðsluna í forlagnum Paulsen, sum gevur út bøkur um Arktis og Antarktis, og avtalaðu samstarv um útgávuna av hesari bók. Eg fekk stuðul frá Mentanargrunni Landsins í Føroyum fyri týðingina, og eg gjørdi hana um várið 2019. Bókin kom út august 2019 og vit høvdu eitt kunningarátak um hana á eini stórari bókamessu í russiska býnum Irkutsk í Suðursibiria 31. august og 1. september, umframt 4-5 aðrar kunningar av hesum slag í Irkutsk og í Moskva í bókasøvnum, bókahandlum og á Moscow Non-Fiction Book Fair í 2019. Bókin selur væl og verður kanska útseld skjótt, so annað upplag er ikki útihýst, skrivar Andrei Mel, sum hann kallar seg, á klingandi føroyskum úr Russlandi í dag. Spurdur um týðingararbeiðið, sigur hann, at tað var ikki so lætt at týða bókina hjá Sigert. - Eg týddi fyrstu tveir kapitlar úr føroysku útgávuni, men tó soleiðis, at eftirsum bókin var upprunaliga skrivað á donskum, týddi eg restina úr donskum og forbetraði týðingina av kapitlunum 1 og 2 eitt sindur, grundað á danska tekstin. Tað var sera avbjóðandi at týða tey mongu nøvnini á djórum, fuglum, fiskum, plantum, trøum og so framvegis, sum Sigert umskrivaði í sínum naturalistisku frágreiðingum, sigur Andrei Mel. - Nøkur orð tóktust mær bara at finna í nútíðar norskari orðabók og ikki í danskari, sigur Andrei og vísir á, at tað var eisini eitt problem við nøkrum fólkasløgum, sum tá itu øðrvísi enn í dag, og serliga fólkaslagið "Ambater". - Serfrøðingar í fólkasløgum úr Útnorðursibiria kundu ikki finna út av, hvørji tey vóru, hóast sannlíkast var, at tað antin vóru enets (samojedar) ella Avamættin av nganasanun, sum eisini hoyra til samojedar, sigur Andrei. - Danska málið í bókini var eitt sindur øðrvísi enn danskt er í dag, meir ávirkað av týskum, ikki minst í orðaraði, men annars var tað ikki ein stórur munur. So tað var tað. Hetta hevur verið tann fyrsta "stóra" bókin, sum eg havi týtt í lívinum, vónandi ikki tann síðsta, sigur Andrei Mel, sum er ógvuliga fegin um úrslitið og sendir mær nakrar myndir at brúka á blogginum. Hann endar við innbjóðandi orðunum: - Um tú hevur aðrar spurningar, ert tú vælkomin at spyrja - eg skal svara nógv skjótari enn hesa ferð! Eg takki so miriliga fyri at sleppa at fortelja føroyskum lesarum um Andrei Mel og hansara arbeiði at týða ferðina hjá Sigert í Kirkjubø til russiskt. Takk fyri, Andrei! Eydnan er at finna... Tað er mánakvøld í ivaveðri og eg møti Edward Fuglø í durinum í Tjóðleikhúsinum í miðbynum í Havn. Har hevur hann gjørt pallmyndina til satiriska skemtileikin Kynstrið at vera eydnusamur, ið byggir á tesur hjá týska heimspekinginum Schopenhauer, sum varð føddur fyri meir enn 230 árum síðan, og sum ein annar klaksvíkingur, Anfinnur Heinesen, hevur leikstjórnað og sjálvur triði spælir við í. Jenny Petersen gevur mær eitt nummar á bringuna, og innkomin uppdagi eg, at høllin er ein kulissa, øll sum hon er. Stólar og sofur at sita í, sum vóru vit í Dugna á Hjalla ella í einum risastórum endurnýtsluhandli hjá Frelsunarherinum í einum kontinentalum stórbyi, har allir lutir hava livað eitt lív og siga eina søgu, soleiðis beint uppá okkum, har vit sita. Á vegginum er ein bingomaskina, sum spýtir bóltar við numrum á, tá leikurin er byrjaður, stillført og avmált sarkastiskt sum ein stórbýarblues hjá Kaurismaki. Jú, vit eru á bingo mitt í býnum. So er høllin bilverkstaður við neonljósum úr loftinum, so eitt fyrilestrarhøli á lærdum háskúla, og so miðsavna teir triggir leikararnir seg í flúgvarastólum, sum standa mitt á pallinum og á vegginum aftanfyri. Til høgru er ein tjúkk springmadrassa sett á veggin, og er filmslørift, tá lýst verður á hana. Hetta er ein storbýarlummi av teim mest undirfundiga sjáldsamu, eg nakrantíð eri komin inn í. Og tað beint av trongu mentanargøtuni í høvuðsstaðnum. Tey skifta orð sínamillum. Stig fyri stig, setning fyri setning, taka tey rúmið í hesum tíðarlumma saman við ljósmeistaranum og tónleikinum. Rúmið er baðað í sansaligum upplivingum har tú umframt at hoyra skjóttskjótandi setningarnar, sum í fleiri førum eru so uppspentir, at teir eru um at bresta mitt í luftini, onkra løtu í spølni, onkra løtu í fysiskum duelli og onkra løtu í djúpari satiru, sum tá tey eru úti og eta og kommentera, hvussu smakkar, og blíva fyllri og fyllri í myrkrinum kring fartelefonina, sum lósu tey mín egna blogg úr Áarstovu.  Men allar bestar eru inngangandi rørslurnar hjá Gunnvá Zachariasen. Ikki langt burturi, har hon stendur í hvøssum kastljósi í myrka salinum, er hon so illa heitin, at hon trýstir lógvarnar saman og snarar fingrarnar í ekka ella forfjamskaðari hálvbøn, við óunnuligum fjálturstungnum smárørslum av umberandi slagnum, ein fantastiskur inngangur. Og Gunnvá stendur eisini fyri mest fantastiska visuella partinum, eg sá gjøgnum allan leikin og enn havi undir eygnalokunum. Hon skiftir, letur seg í eina so stutta blusu, at nalvin, sum er alt annað enn slættur, er berur, og miðkroppaskinnið ger eina púra natúrliga pylsu, tá hon ekshibitionistiskt fer at lyfta seg upp í einum bita á vegginum, at íðka á pallinum og síðan at sleingja seg á sofuna, sum flúgvarasetrini nú eru vorðin til. Júst hendan exsposé, hesar báðar framsetingar ella framførslur, eru sterkastar og mest undirbyggjandi, tá evnið í leikinum verður havt í huga. Her er Gunnvá farin at fýra eina feita afturvið Bob Marley. Priceless. At stilla seg út og ikki at stilla seg út. At finna javnvágina millum hesi eksistentiellu útpunkt í einum ofta narcissistiskum nútíðarsamfelag, har øll eygleiða alt, fyri ikki at siga tráelta, men royna av almakt at lata sum einki, nada, bara fyri ikki at stíga út úr karakteri og leikluti. Allar hesar ikki bara stuttligu, men eisini djúpt hugvekjandi eygleiðingar úr nútíðarsamfelagnum, har størsta ræðslan er bangilsið fyri at verða gloymdur, fear of missing out, verða hildnar upp móti talmerktu lívsreglunum hjá harra Schopenhauer um eina toluliga tilveru.  Tær hálvthundrað reglurnar verða lýstar upp á veggin sum í operu, og teir tríggir leikararnir lesa uppá skift, smakka og taka kannandi aftur í aftur orðini, sum vóru vit á bíbliumøti, har ein lesur skriftstaðið og hini sláa upp fyri at eftirkanna og reviderað um rætt varð lisið. Satiran slær gjøgnum øldir. Júst hetta fati eg sum fremstu styrkina og mest presissu undirhaldskraftina í hesum undirfunduga leiki, har pessimisturin og í ringasta føri misantropurin møtir lekjandi listini eitt mánakvøld í Havn. Púra óforvarandi. Og júst hetta, at møta listini, er ein av reglunum hjá Schopenhauer. Tá so leikararnir seta seg í upplýstu reiggirnar hjá Edwardi eri eg seldur. Gott gamaldags teatur, sum tó er on-line og topp tjúnað heilt upp undir loftið í nútíðarsamfelagnum. Stuttligt, ikki bara í løtuni saman við øðrum í hesum ríka rúmi, men langliga stuttligt, stuttligt í langa tíð. Soleiðis verða eydnusamir tankar sáddir av palli eitt mánakvøld í einum tíðarlumma í Havn beint inn av mentanargøtuni. Takk fyri tað.  Annfinnur Heinesen hevur týtt og lagað til føroysk viðurskifti eftir leikriti hjá danska Rune David Grue. Leikarar eru Gunnvá Zachariasen, Birita Adela Davidsen og Annfinnur Heinesen.  Andrias tilnevndur Robert-virðisløn Hvørt ár skipar Danska Filmakademiið fyri at Robertvirðislønin verður handað nýggjum filmum, stuttum og langum. Í dag eru øll tey tilnevndu kunngjørd og greitt er, at Andrias Høgenni er ein teirra. Tað er fyri stuttfilmin Ikki illa meint , sum í fjør varð vístur í Cannes og fekk Canal+ virðislønina. Í báðum førum er tað fyrstu ferð at ein føroyskur filmur hevur verið vístur í tílíkum kappingum. Frammanundan hevði filmurin vunnið Geytan. Sum hin einasti í Føroyum, ja í øllum heiminum, hevur Andrias vunnið Geytavirðislønina tríggjar ferðir. Næsta Geytakapping verður leygardagin 15. feburar. Men tá er Andrias ikki við. Undirvísingarportalurin Snar hevur gjørt sáttmála við føroyskar filmsframleiðarar, um loyvi at brúka teirra filmar í undirvísing í Føroyum. Millum hesar filmar er  Ikki illa meint . Umframt at síggja filmin og aðrar við, ber eisini til at lesa um Andrias, sum á Snar verður lýstur soleiðis: Andrias Høgenni (f. 1988), er filmsleikstjóri og ættaður úr Tórshavn. Áðrenn hann fór á filmslistaskúlan 18 Frames, og seinni Super16, nam hann sær royndir innan filmsgerð í sjónvarpsrøðini “Agurk”, og tá hann gjørdi videotilfar og filmsummæli til ungdómsblaðið MESS. Í 2013 fekk hann prógv sum filmsleikstjóri, og endafilmurin Timerne med Christine varð sýndur á Odense International Filmfestival. Fleiri av filmunum hjá Andriasi hava verið sýndir til Geyta-filmskvøldini í Norðurlandahúsinum, og hann hevur verið umboðaður øll árini. Í 2015, 2016 og aftur í 2019 vann Andrias Geytavirðislønina og í eina førinum eisini Áskoðaravirðislønina. Eisini var Andrias við til at stovna yrkisfelagið “Føroysk Filmsfólk”, og í 2014 vann hann virðislønina “Årets filmtalent” frá Odense Filmværksted. Á filmstevnuni í Cannes í 2019 vann Andrias við filminum Ikki illa meint Canal+virðislønina. Tað er fyrsta ferð at ein føroyskur filmur hevur verið vístur í Cannes. Nám hevur gjørt sáttmála við Andrias, um at fáa rættindi til at brúka filmarnar Eina, Kom og dansa, Stina Karina og Ikki illa meint í skúlunum. Filmarnir og uppgávurnar venda sær fyrst og fremst til elstu flokkar fólkaskúlans, miðlabreytir og miðnám. Frammanundan hevur Nám keypt rættindi til filmar hjá Sakarisi Stórá, Anton Petersen og Heiðriki av Heygum. Ætlanin hjá Námi er at økja um tilfarið á hesi filmssíðuni, so eitt breitt úrval av nýggjari føroyskari filmslist altíð er tøkt til undirvísing. Filmarnir kunnu eisini brúkast í tvørfakligum samstarvi, serliga á miðnámi millum lærugreinarnar filmsvísund, føroyskt, myndlist og sálarfrøði. Filmar, sum verða nevndir, kunnu í flestu førum lánast á Býarbókasavninum í Havn, eins og Nám hevur eitt avmarkað savn við filmum til láns. Brot úr filmum, filmsitat, eru ofta løtt at finna á YouTube. Eru ivamál um tilfarið og film til undirvísing yvirhøvur, eru vit á Námi altíð til reiðar at hjálpa og ráðgeva, alt eftir førimuni. Melissa Lindgren verður gestadómari Svenska Melissa Lindgren verður gestadómari, tá Geytavinnarin skal finnast í Norðurlandahúsinum 23. februar í ár. Melissa er listarligur leiðari í Tempo Dokumentarfestival , sum er í Stockholm í døgunum 5.-11. mars í ár. Stevnan, sum byrjaði í 1989, er hin størsta at vísa heimildarfilm har í landinum. Filmsfelagið hevur í 1980'unum víst stuttfilmar við gamla svenska leikstjóranum Arne Sucksdorf (1917-2001), og tá Filmsfelagið byrjaði av nýggjum fyri fimm árum síðan, varð Searching for Sugarman, sum svenski Malik Bendjelloul (1977-2014) gjørdi, vístur í Havnar Bio. Í 1989 var svenski Stefan Jarl (f.1941) ein av 130 altjóða gestum á eini norðurlendskari filmstevnu, sum Filmsfelagið, Norðurlandahúsið og Danski Filmsstovnurin skipaðu fyri í Havn. Ein av Tempo-virðislønum er í dag kallað eftir honum, The Stefan Jarl International Documentary Award . Tað fær meg at spyrja Melissu, hvussu svenskur heimildarfilmur hevur tað í dag? Geytadómsnevndin hevur hvørt ár bjóðað einum útlendskum dómsnevndarlimi at vera við í metingini, tá besti føroyski stuttfilmurin skuldi finnast og fáa Geytan. Fyrsta árið var tað listarligi leiðarin á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich. Tann filmsstevnan hevur verið hildin í 60 ár og hevur altíð havt tætt samband við Føroyar. Til dømis vann Katrin Ottarsdóttir fyrstu virðisløn í Lübeck í 1989 fyri Atlantic Rhapsody , sum er fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur. Útlendsku dómsnevndarlimirnir vóru síðan amerikanska Meira Blaustein, ið er knýtt at Woodstock Film Festival, norska Silje Engeness, sum er leiðari fyri Kosmorama í Tróndheimi og finski Petri Kemppinen, ið er stjóri í Nordisk TV & Film Fond í Oslo. Í fjør varð fyrsti arbeiðandi filmsleikstjóri boðin við í Geytadómsnevndina. Tað var íslendski Hlynur Pálmason, sum eisini sýndi nýskapandi filmin Vinterbrødre . Atgongumerkjasølan til Geytan og TÓFF í ár er byrjað á vanligu støðunum. Meira pengar til spælistøð, sum longu eru skattafíggjað! Nú árið er byrjað, er tað ivaleyst gingið upp fyri fleiri, at forsetaval verður í USA. Hetta minna miðlarnir okkum á hvønn dag, tí Donald Trump er so íðin at tvitra við tí avmarkaða orðatilfari, sum har er. Men samstundis munnu fólk hava varnast, at tað eisini er farið at prutla undir kommunalu grýtulokunum í føroyska heimakøkinum, tí eina viku eftir amerikanska forsetavalið sleppa vit á kommunuval í Føroyum. Hesa vikuna eru trý kommunalpolitisk viðurskifti sett á breddan í høvuðsstaðnum, sum er lokomotivið, ið dregur tjóðina út í heim, so segði hann, Heðin kongur á sinni. Og eg eri ikki ósamdur. Havnin er og fer altíð at vera lokomotivið, sum dregur tjóðina fram á leið. Men hvørji eru tey trí viðurskiftini, sum longu nú eru sett á skrá í høvuðsstaðnum í kommunala valárinum? Hóast Havnin skríggjar eftir íbúðum og klondike-øki hjá íbúðahávum stinga seg upp, bara ein grønur blettur er - eitt sokallað grønt fjarhitafelag grópar allan býin upp fyri tvungnan limapening, so ikki er farandi hjá teimum, sum eru í bili - og besta mentapláss skal friðhalgast til rustandi parkeringsbilar - so er eingin sjónligur kommunalpolitikari, ið hevur avgjørdan áhuga í hesum evnum, men heldur seta hesi trý evni á skrá til kommunuvalið longu í kvøld: Bestu súklubreytir til tey á súklu, meira pengar til tey, sum brúka ítróttahallirnar, sum longu eru skattabetaltar, og so eitt samstarv við norðastu býir í Verðini. Kanska er henda seinasta ætlanin hin perspektivríkasta. Hon fangaði mín áhuga við setningunum hjá borgarstjóranum, Anniku Olsen: ”Eitt natúrligt portur til Arktis” og at ”Málið hjá okkum er, at Føroyar gerast tað grønasta landið í Arktis!” Ógvuliga stundvíst verður ráðstevnan Arctic Mayors’ Forum hildin í Havn beint undan kommuvalinum komandi. Hon kann verða eitt tað týdningarmesta átak, sum vit sjálvkravd eru við í á Norðurhálvuni. Eitt ár undan, hin 10. oktober í fjør, møttust 11 borgarstjórar í Tromsø at skriva eitt skjal, ið skal seta á stovn samstarvið millum norðastu býirnar í verðini, the Arctic Mayors’ Forum foundation paper. Teir vóru úr Akureyri, Oulu, Sermersooq, Rovaniemi, Tórshavn, Anchorage, Iqaluit, Arkangelsk, Bodø, Kemi og Tromsø. Hóast eingin tvørgangandi ferðsla er millum býirnar, kunnu Føroyar veruliga hugsast at verða eitt natúrligt portur til Arktis, sum borgarstjórin eisini hevur víst á í práti við BBC vertin Stephen Sackur. Men hvat fáa vit havnarborgarar burturúr, at Tórshavnar havn verður bygd út til endamálið? Vit kenna longu avbjóðingarnar: meira larm, meira dálking og meira ferðslu. Havnapengar tykjast ikki á nakran hátt at koma teimum til góða, sum búgva í Havn. Hálovaða undirstøðukervið, sum skal slúka alla hesa nýskaptu ferðslu, verður ikki bygt út. Eg hyggi oman á tað úr køksvindeyganum meðan eg skrivi. Vegurin yvir við Strond hevur ligið óbroyttur í eitt mannaminni. Men gamaní hevur borgarstjórin rætt, tá hon í Tromsø sigur, at tvey nýggj gistingarhús eru ávegis, fleiri beinleiðis flogvegis sambond eru við einum flogfelag út í heim, og fjarskiftið hjá einum felag er sera gott. Men tílík sambond við onnur lond og býir krevja eitt fjøltáttað fólksligt samband frammanundan. Okkara fólksliga samband er í øldir dikterað og avmarkað til Danmarkar. Onnur sambond í okkara parti av heiminum hava aldri fingið høvdið fyri seg, tíanverri. Skotland var í gongd eina tíð, men bleiv avhøvdað. Men samstarvsavtalan millum arktisku borgarstjórarnar kann hugsast at verða eitt amboð, sum kann broyta hetta - í hvussu er á tveimum økjum: ferðavinna, sum er knýtt at hvali og leys av bóndum, og filmsvinna, sum kann bjóða locations við føroyskum yrkisfólki. Tórshavnar kommuna skrivar upp undir býráðsfundin í kvøld, at ”nú øll eygu eru vend ímóti arktiska økinum og veðurlagsbroytingunum, sum henda her, og við teimum møguleikum og avbjóðingum, sum eru, er tað avgerandi, at arktisku londini vísa á grønar loysnir. Her eru Føroyar ein upplagdur møguleiki fyri at royna nýggja grøna tøkni. Málið hjá okkum er, at Føroyar gerast tað grønasta landið í Arktis, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Arctic Mayors’ Forum verður í Havn í oktobur 2020, og tá fara borgarstjórar úr býum í øllum arktisku londunum at umrøða felags avbjóðingar og møguleikar í arktiska økinum.” Hinvegin, tá vit, alt Føroya land, enn ikki hava megnað at stovnað eina veðurstovu, so kenni eg lítið innihald í kommunala uppáhaldinum um einar Føroyar mitt í veðurlagsbroytingum. Eg hyggi aftur úr vindeyganum og síggi bara osandi rustikustar úr Kaliningrad, sum liggja fyri teym. Rustikustar, sum tey í bretsku oyggjunum sunnan fyri okkum kalla klondikers. Annað evnið er at geva teimum kommunalu ítróttaríðkarum, sum í flestu førum savnast í allareiða skattafíggjaðu spælistøðunum í Gundadali, enn fleiri pengar og kanska avsláttarkort eisini og ókeypis til og frá koyring eisini. ”Sum liður í hesi tilgongdini, skal býráðið hóskvøldið taka støðu til, um at betra um fíggjarligu fyritreytirnar hjá feløgunum, ið virka í ymsu hallunum í kommununi og gera, at tey ikki longur skulu rinda fyri nýtslu av teimum til venjingar, eins og tey higartil hava gjørt ein part av árinum.” Eg eri ikki virkin í hesum ovurhonds stóra skattafíggjaða øki og virksemi, sum sagt verða frá um í øllum miðlum hvønn dag í árinum. Og tó, tá eg hendingaferð fari inn um eina gyrðing í skattafíggjaða Gundadali, so er tað ikki uttan at rinda fyri atgongumerki, ið er fleri ferðirnar so dýrt sum til dømis privati biografurin í sama býi krevur. Hvar fara innkravdu atgongupengarnir á kommunalu spælistøðunum í Havn? Jú, her er nógv at gera, nú Mentamálanevndin í Tórshavnar býráð hevur avgjørt at arbeiða við einum yvirskipaðum politikki fyri, hvussu økið í høvuðsstaðnum skal umsitast framyvir. Partur av hesum eru eisini stuðulsskipanir á økinum, umframt hvønn leiklut kommunan skal hava serliga viðvíkjandi trivnaðinum hjá børnum og ungum og samstarvi við feløgini tí viðvíkjandi. Soleiðis verður sagt. Nógv orð, sum útloysa nógvan pening afturfyri nógvar atkvøður. Og so koppar tá á aftur. Nógvar atkvøður geva nógvar pengar til nógv spælistøð. Sum skattgjaldari í kommununi er tað fyri meg avgerandi at innkomni skattapengin í Tórshavnar kommunu ikki bara fer til spælistøð í Gundadali. Tí er tað betryggjandi at lesa undan býrásfundinum í tí Harrans valári 2020, at: ”Tað hevur stóran týdning at kommunan setir greið mál fyri, hvussu vit best stuðla undir einum vælvirkandi ítróttar- og frítíðarlívi, ið skal koma øllum borgarum í kommununi til gagns”. Soleiðis verður sagt í tíðindaskrivi frá kommununi. Gott at Mentamálanevndin staðfestir, at frítíðarlív fyri kommunalar skattapengar í Havn er ikki bara ítróttur. Higartil, og helst rættuliga nýliga, er penganýtslan og ótamda útbyggingin av ítróttaligum sæliplássum í kommununi í summum førum at meta sum terror mótvegis skattgjaldaranum. Ítróttahøllin á Hálsi er besta dømi at lýsa hetta. Og skjótt verður helst bygd enn ein kommunal skattafíggjað høll, tí útbygda høllin stóð ikki mát til ávíst endamál, og sama fer helst eisini at henda við einum langhyli, sum heldur ikki fer at standa mát til ávís endamál. Men lat tað fara. Vit byggja bara, og byggja eitt nýtt hondbólts- og svimjispælipláss, um so er at eitt spælipláss vísir seg at verða ov stutt. Hvat tá. Tað eru ikki okkara pengar. Tað eru hini, sum eiga pengarnar. Teir gjaldføru skattgjaldararnir. Og teir eru eftir øllum at døma nógvir í Havn. Heilt nógvir. Eg sigi sum nýggja Netflix røðin: ”Cheer!” 11 heiðursbrøv til føroyskar matstovur Kvinnurnar vórðu serstakliga sjónligar, tá ellivu føroyskar matstovur í dag fingu heiðursbræv frá Bent Christensen, sum síðan 1978 hevur stjórnað Den Danske Spiseguide. Omanfyri er tað Karin Visth, sommelier, ið fær fremsta heiðursbrævið, European Exclusive Elite, fyri matstovuna KOKS. Niðanfyri er tað Wi Ounsa, ið fær einasta trístjørnaða heiðursbrævið fyri virksemið á THE TARV. Hóast koronastøðan gjørdi, at kokkurin Gutti Winther trein í hansara stað, er eingin annar, sum í so mong ár hevur fylgt við og hjúklað so nógv um føroyska matstovuvinnu, sum Bent Christensen Wi Ounsa, høvuðuskokkur á THE TARV, og Karin Visth, mamma og sommelier á KOKS, práta í Brandan innan heiðursbrøvini verða handað.Bestu matstovurnar, sum fáa heiðursbrøv, eru KOKS við Leynavatn, sum fær virðislønina European Exclusive Elite, ið svarar til tríggjar Michelinstjørnur, og THE TARV í Havn, sum fær tríggjar stjørnur, ið er hægsta stjørnumet og ímyndin av topniveau.Áarstova, Barbara, Bitin í Havn og Simmer Dim umborð á Norrønu fáa tvær stjørnur frá den Danske Spiseguide, sum verða lýstar við hesum orðum. Katrina Christiansen fær eina stjørnu, og Hafnia og Etika fáa Knív-og-Gaffil-frámerkið.Ræst og Fútastova fáa eisini heiðursbræv, diplom, frá Den Danske Spiseguide.Tað er ikki óvæntað at KOKS fær hægstu virðisløn og at THE TARV er í hølunum við fullum stjørnutali. Men áhugavert er at síggja, at allar matstovurnar Heima í Havn fáa heiðursbræv í ársins útgávu av Den Danske Spiseguide.Umframt heiðurin er tað ein praktisk fynd at sleppa við í bókina, sum vísur fram og peikar á úrvaldu matstovurnar, ið hvørt ár eru um 300 í tali, og í ár eru 11 teirra føroyskar.Bent Christensen smakkar og metur sjálvur um allar rættir, ið hann rindar fyri sum ein vanligur gestur, uttan at nakar veit av tí. Eftir vitjanina ber til at bíleggja eina professionella frágreiðing.Fyrstu ferð eg møtti Bent Christensen var tá hann legði fram og signeraði stóru bókina um Koks, sum Sprotin gav út á Hotel Føroyum í 2012. Síðan havi eg sjálvur fingið høvið at skriva um føroyska matgerðarlist og vinnu í Den Danske Spiseguide, sum forlagið hjá Bent, Books For Cooks, gevur út á hvørjum ári.Í sjeytiárunum arbeiddi Bent fyri Volvo og feraðist so nógv, at hann noyddist at eta úti. Í dag er hann heilt vist tann dani, ið hevur etið mest á flestu matstovum.Týsdagin taldu vit upp, hvussu nógvar borðreiðingarnar mundu vera, nú hann stundar til tey áttati.Í 2015 tá 39. útgávan av Den Danske Spiseguide kom út og høvundurin var 74, tosaði gastronomiski journalisturin á Politiken, Stephen Haar, við Bent, sum hann kallaði ein gastronomiskan Godfather.Tá teir gjørdu upp hetta árið, hevði Bent etið á 7.500 matstovum. - Síggja vit burtur frá árinum í fjør, sum í allar mátar var óvanligt, og ikki kann roknast við, so er árliga talið umleið 140 máltíðir. Samlaða talið man tí nú vera einar 8.200 máltíðir, sigur Bent, og leggur afturat, at hetta seinasta tíggjuáraskeiðið hevur hann avmarkað seg til ikki at eta tvær, men bara eina máltíð á matstovu um dagin. Tað er nógmikið nú, sigur Bent Christensen, sum er 79 ára gamal.Um gongdina í føroysku matstovuvinnuni sigur Bent, at hóast truplar tíðir, so hava føroysku matstovurnar ikki bara megnað at halda høga støðið, men eisini at hækka støðið. - Tað er tað flottasta avrikið, sigur Bent, og spyr retoriskt, um vit nú eru komin á gastronomisku endastøðina, hava roynt alt og einki er eftir at heinta.Sjálvur freistist eg at spyrja, um vit nú aftur eru við kotelettsegmentið, ella kunnu vit vænta okkum okkurt nýtt í heimligu gøtumyndini?- Bent Christensen, sum er íðin høvundur, ritsjóri og forleggjari, gav fyrrárið út ensku bókina Fish and Shellfish, við seks norðurlendskum kokkum, har Poul Andrias Ziska er ein. Hinir eru Jonathan Berntsen, Brian Mark, Nicolaj Christiansen, Christian Gadient og Kenneth Tof-Hansen.- A superb modern cuisine of fish and seafood, very inspiring, sigur ein ummælari um donsk-ensku bókina.Nýggjasta úr matstovuumhvørvinum í Havn er, at nú verður ein standmynd av ikonisku Barbaru reist í Nýggjustovutúninum. Tað eru Eirikur Lindenskov og onnur, ið hava í umbúnað at gera standmyndina, sum Archibald Black hevur gjørt skitsu av í 2018. Hugsanin er, at Barbara skal síggjast í einum nútíðarkonteksti í hornatøkum við ein prest.Nú fer arbeiðið í gongd, siga fyrireikararnir, sum Heima í Havn nevna Molly Malone í írska høvuðsstaðnum Dublin sum fyrimynd. Heðin Mortensen, sum er tann borgarstjóri, ið hevur reist flestu standmyndir, er við í ætlanini at reisa standmynd av søguligu Barbaru, sum livdi á hesum leiðum, og Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaði Føroya kendastu søgu um, og Nils Malmros gjørdi Føroya mest sædda biograffilm um. Tað er erotikkur í Matstovuhavn. Norsk filmsheilsan til Føroya "Filmhøvding" man vera mest sjáldsama heitið, eg havi fingið á einum jólagávupakka. Soleiðis varð í hvussu er skrivað uttan á norska smápakkan, sum um jólini kom frá fyrrverandi stjóranum á Norsk Filminstitut, Jan Erik Holst. Innihaldið var nýggja bókin To liv - Zwei Leben, sum Jan Erik hevur ritstjórnað, og sum byggir á greinar hjá høvundunum, ið niðanfyri síggjast standandi frá vinstru: Lise Gustavson, Jan Erik sjálvur, Per Haddal, Christian Boe Astrup, Bjørn Olaf Johannessen, Øivind Hanche og fremst fyri eru Jan Kløvstad, forleggjari, Trond Olav Svendsen og Bent Kvalvik. Myndin er tikin á Goethe Instituttinum í Oslo, tá bókin varð liðug. Niðanfyri sæst Jan Erik Holst á bókamessu í Frankfurt í oktober, har hann legði bókina fram. Sitandi við borðið aftast til høgru sæst Linde Fröhlich, sum er stjóri fyri Nordischen Filmtage Lübeck. Jan Erik hevur sent eitt jólabræv til føroyskar lesarar um bókina, og ikki minst um hvussu hugskotið um bókina kom til hansara í juni í fyrrárið: Í Norðragøtu hevur Tummas Jákup Thomsen ruddað, umvælt og fotograferað húsini hjá Karli, ella Sofusi hjá Karli, sum stava frá 1927. Húsini eru beint yvirav hugtakandi og estetiskt nýskapandi kommandobrúnni hjá Osbirni Jacobsen, har Eysturkommuna nú heldur til, og har gangast kann á tekjuni. Tað hugvekjandi við hesum arbeiði, yvirav, er at síggja gjøgnum tíðina, sum var hon transparent, gjøgnumskygd, á sama hátt sum Philippe Carré gjørdi heim eftir Kongabrúnni í Havn í 1985. Á ovasta lofti í húsunum hjá Karli í Norðragøtu hevur Tummas Jákup funnið ein stakk av Dimmum. Vit síggja lýsingar frá Marstein og fyri Pinotex, og á faldaða framkantinum á einu Dimmuni kunnu vit lesa hetta danska brot úr oddagreinini: "...djævre maanedlange færd med robaaden Diana Victoria er dog den altoverskyggende...". Eitt er at oddagreinin er donsk, men hendingin, sum oddagreinsskrivarin sipar til, fer fram í 1986, og danski stavingarmátin við dupultum a varð avsagdur eftir kunngerð frá Kenslumálaráðnum í 1948, tá å kom í staðin. Interessant at síggja, hvussu tvør føroyska pressa hevur verið heilt upp til okkara tíð. Teir báðar, Tummas Jákup og Philippe, avmyndaði eg á Várframsýningini í apríl, fyrrárið. Nú frættist eisini at fimm ár yngri yrkjarin, Mary Oliver, er farin í annað ljós, sum Petur Rouch plagdi at siga í skaldabornu útvarpssendingini Rót og Rútma  leygarmorgnar. Nú er alt blivi roks á tí kanalini tann dagin. Men fyri jól hevur starvsfelagin, Dorit, týtt kendastu yrkingina hjá Mary Oliver Wild Geese , sum eg havi tikið yvirskriftina frá úr seinastu upprunareglu, In the family of things. Við loyvi frá týðaranum endurgevi eg til dagin og vegin føroysku týðingina niðanfyri: Villar gæs Tær nýtist ikki at skikka tær væl. Tær nýtist ikki at krúpa á knøunum fleiri hundrað kilometrar ígjøgnum oyðimørkina, iðrandi. Tú skalt bara lata bleyta kropsdjórið elska tað, sum tað elskar. Greið mær frá vónloysi, tínum, og eg skal siga tær frá mínum. Ímeðan heldur verðin fram. Ímeðan fara sólin og kláru regnpirrurnar fram við landsløgunum, yvir fløtunar og djúpu trøini, fjøllini og áirnar. Ímeðan eru villu gæsnar, høgt uppi í reinu, bláu luftini á veg heim aftur. Hvør tú so ert, hvussu einsaman tú kennir teg, verðin bjóðar tínum hugflogi seg sjálva, rópar sum villu gæsnar á teg, harðliga og øsandi – kunnger aftur og aftur, hvar tú hoyrir heima í ætt luta. - Mary Oliver (10. September 1935 – 17. Januar 2019) í týðing eftir Dorit Hansen, desember 2018 . Krígsfotografar í Føroyum Henrik Bohn Ipsen, fotografur, fremst fyri, og Boris Benjamin Bertram, leikstjóri, aftanfyri, avmyndaðir í gongini í Havnar Bio, har Filmsfelagið sýndi heimildarfilmin Krigsfotografen , har teir fylgja og lýsa ein av heimsins bestu av slagnum, Jan Grarup. Filmsfelagið tók stig til vitjanina, sum Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, fíggjaði. Í morgin, hósdag 30. januar, hava teir báðir master class í Filmshúsinum og fríggjadagin fara teir avstað aftur. Filmshúsið hevur júst kunngjørt ein drúgva og spennandi skrá, sum røkkur heilt framm til filmstevnuna í Cannes í mai, har ætlanini er at vera við. Tað er fyrstu ferð at Boris er her, men Henrik hevur verið her rættuliga ofta og hevur m.a. fotograferað fyri Katrin Ottarsdóttir. Ole Wich innleiddi sýningina í Filmsfelagnum mikukvøldið við høvuðsdenti á foto og at fotografera ein fotograf, sum aftur fotograferar á hermótinum - alt samalt til ein film. Fotobólkurin Fokus, sum letur framsýning upp í Lítluvík í næstu viku, var millum tey fotohugaðu, sum møttu í Filmsfelagnum mikukvøldið. Ole tók myndirnar niðanfyri av Boris og Henrik við senukantin í Filmsfelagnum. Næsti filmur í Filmsfelagnum er hin suðurkoreanski Oscarfavoritturin Parasite , sum Gudmund Helmsdal fer at innleiða. Róptu teir á týskum? Holocaustdagin sá eg týska filmin Als Hitler das rosa Kaninchen stahl um húskið, sum undir krígnum flýddi undan nazistum til París og aðrar evropeiskar býir. Undir filminum kom eg í tankar um eina mynd, eg soleiðis hissini tók við telefonini av eini minnistalvu og einum turkaðum blómutyssi við einar kioskdyr á fornisku stórbýaroynni, Île de la Cité, mitt í París. Tað var í mars í fjør, tá kjak um týskt í heimaskúlanum var uppá tað hægsta og koronasmittan enn ikki hevði nátt at steðga øllum, eisini heilavirksemi. Fremmandi franski tankin, sum enn eltir meg, var, um hermenninir, ið róku tey fjøruti børnini úr hesum friðaða bygningi við 112 fólkum í 1942, mundu rópa á týskum ella fronskum? Var tað Heraus ella Sortir teir róptu á kjarnuoynni í mentabýnum? Tað er líkasum at proppur kemur í heimligu hugsjónina og meiningina at læra seg fremmandamál, tá tú sært film sum hendan týska, og rennir teg í talvur sum hesa fronsku ein morgun til handils at keypa breyð. Hvar var øvrigheitin, og hvussu kom tað so vítt í hesum miðevropeiska duri í tveyogfjøruti? Filmsfelagið spennir seg út Klipt mynd av heimasíðuni hjá Filmsfelagnum - Meir altjóða og spennandi kann tað neyvan verða enn í Filmsfelagnum beint nú. Soleiðis sigur Filmsfelagið ídag , og heldur fram við at nevna filmarnar, sum standa ovast á skránni beint nú. - Fyrst ein franskur, síðan ein svenskur um Astrid Lindgren í rebelskum ungdómsárum, so ein Oscartilnevndur úr Libanon um drongin, sum saksøkir foreldrini fyri at hava sett hann í verðina, nýdanska meistaraverkið Før Frosten, har høvuðsleikarin Jesper Christensen sjálvur verður til staðar, og nýggjasti filmurin um van Gogh, har Willem Dafoe hevur størsta leiklut, síðan hann spældi Jesus í Last Temptation of Christ , sum Filmsfelagið vísti í 1989 og mundi verið meldað til politiið. Jú tú, tað er enn í Filmsfelagnum at tað sker. Kom við, sigur Filmsfelagið at enda. Sýningarnar hjá Filmsfelagnum eru í Havnar Bio, har felagið varð stovnað í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Stovnarar vóru Eyðun Johannesen, Erling Simonsen og Fraser Eysturoy. Andrias vann Robert virðislønina Við filminum Ikki illa meint (2019), sum helst er einasta føroyska søga, ið tekur støði í Facebook, vann Andrias Høgenni í kvøld donsku Robert-virðislønina fyri besta stuttfilm. Virðislønin er nevnd eftir kenda og sjálvlærda danska listamanninum Robert Jacobsen (1912-1993), sum eisini gjørd standmyndina, ið vigar ikki minni enn 940 gramm og hvørt ár verður gjørd í sama stoypiformi á Holbæk Jernstøberi. Undirvísingarportalurin Snar hevur keypt rættindini til at brúka Ikki illa meint  og aðrar filmar hjá Andriasi og øðrum føroyskum filmslistafólkum til skúlabrúks. Í sambandi við uppgávur um filmin, verður sagt soleiðis um Ikki illa meint : Føroysku vinkonurnar Marita og Elinborg møtast í einum donskum handli. Tær búgva báðar á Oyrasunds-kollegiinum á Amager í Keypmannahavn. Vit skilja, at tær kennast væl, men nú er nakað fráliðið síðan tær hittust. Marita og Elinborg royna at práta vinarliga, men greitt er, at okkurt er hent á Facebook, ið hevur órógvað vinarlagið, nú tær møtast í veruleikanum. Filmurin hevur eina liniéra tíðargond, tað vil siga at hann byrjar í fortíðini, so eru vit í nútíðini og endin, eitt ervi, er tríggjar mánar aftaná at vinkonurnar møttust í danska handlinum. Í kvøld varð ein setningur settur aftur, soleiðis at dagførda lýsingin av Andriasi Høgenni á Snar nú er soljóðandi: Andrias Høgenni (f. 1988), er filmsleikstjóri og ættaður úr Tórshavn. Áðrenn hann fór á filmslistaskúlan 18 Frames, og seinni Super16, nam hann sær royndir innan filmsgerð í sjónvarpsrøðini “Agurk”, og tá hann gjørdi videotilfar og filmsummæli til ungdómsblaðið MESS. Í 2013 fekk hann prógv sum filmsleikstjóri, og endafilmurin Timerne med Christine varð sýndur á Odense International Filmfestival. Fleiri av filmunum hjá Andriasi hava verið sýndir til Geyta-filmskvøldini í Norðurlandahúsinum, og hann hevur verið umboðaður øll árini. Í 2015, 2016 og aftur í 2019 vann Andrias Geytavirðislønina og í eina førinum eisini Áskoðaravirðislønina. Eisini var Andrias við til at stovna yrkisfelagið “Føroysk Filmsfólk”, og í 2014 vann hann virðislønina “Årets filmtalent” frá Odense Filmværksted. Á filmstevnuni í Cannes í 2019 vann Andrias við filminum Ikki illa meint Canal+virðislønina. Tað er fyrsta ferð at ein føroyskur filmur hevur verið vístur í Cannes. Í 2020 vann Andrias donsku Robert-virðislønina við sama filmi. Nám hevur gjørt sáttmála við Andrias, um at fáa rættindi til at brúka filmarnar Eina, Kom og dansa, Stina Karina og Ikki illa meint í skúlunum. Filmarnir og uppgávurnar venda sær fyrst og fremst til elstu flokkar fólkaskúlans, miðlabreytir og miðnám. Frammanundan hevur Nám keypt rættindi til filmar hjá Sakarisi Stórá, Anton Petersen og Heiðriki av Heygum. Ætlanin hjá Námi er at økja um tilfarið á hesi filmssíðuni, so eitt breitt úrval av nýggjari føroyskari filmslist altíð er tøkt til undirvísing. Filmarnir kunnu eisini brúkast í tvørfakligum samstarvi, serliga á miðnámi millum lærugreinarnar filmsvísund, føroyskt, myndlist og sálarfrøði. Filmar, sum verða nevndir, kunnu í flestu førum lánast á Býarbókasavninum í Havn, eins og Nám hevur eitt avmarkað savn við filmum til láns. Brot úr filmum, filmsitat, eru ofta løtt at finna á YouTube. Eru ivamál um tilfarið og film til undirvísing yvirhøvur, eru vit á Námi altíð til reiðar at hjálpa og ráðgeva, alt eftir førimuni. - Snar -  Til tygara tænastu Í hesum koronadøgum eru í hvussu er tvey tiltøk, sum púra ókeypis lata dyrnar upp fyri skúlum, næmingum og lærarum.  Ikki er tað fyri at tyrpast og ganga fyri einki, men heldur at public service stovnar samstarva um kvalifiseraða vitan og upplivingar, sum er lagdar so væl til rættis, at tær verða nærverandi, tí tær skapa identifikatión hjá málbólkinum.  Fyrst er tað Listasavnið, ið á myndini omanfyri hevur boðið starvsfólkunum í Námi at fylgja savnsleiðaranum, Karinu Lykke Grand, í ein tíma, meðan hon førir okkum gjøgnum framsýningina Havið við práti og upplýsingum, millum annað um vaðbein og føroyska stórhavsøkið í Norðuratlantshavi.  Hugvekjandi, nú tú hevur alla framsýningina beint framman fyri tær, og støðugt kann verða mintur á, at henda framsýningin, eins og allar aðrar góðar framsetingar, eru gjørdar annara vegna, eru umboðandi eitt evni, ið tænastuliga hevur áskoðaran í miðdeplinum. Framúr avrik hjá Listaskálanum at lyfta hetta tema fram, og lata tað sleppa at fylla framsýningarhølið. Og fyri at undirstrikað at Listasavnið meinar tað í álvara, er eisini ein skúlatænasta, sum til hesa framsýning hevur gjørt bæði læraravegleiðing og næmingauppgávur til 6.-8. flokk. Púra ókeypis. Og skúlar á bygd hava tann ómetaliga fordeil, at tey kunnu gera eina upplivingarferð heilt til Havnar. Tað kunnu skúlarnir í Havn ikki. Teir eru har frammanundan, hvønn dag í árinum, gráu skúlarnir í Havn. Eitt annað tiltak, sum púra ókeypis stendur øllum Føroya skúlum í boði, er temadagur um fólkadrápini í Bosnia í nítiárunum. Eftir slóðini kann fylgjast við einum pallborðsorðaskifti við nógvum tilgongdum at skilja tað, sum hendi á Balkan og elvdi til etniska reinsan, fólkamorð, tá nýggj landamørk vórðu teknað og fólk fyribeind, um tey ikki fluttu.  Pallborðsorðaskiftið verður altjóða holocaustdagin, mikudagin 27. januar, klokkan 10 og varir hálvan annan tíma. Orðaskiftið verður stroymt úr Skúlanum við Streymin og er ókeypis. Nám og Amnesty Føroya Deild skipa fyri tiltakinum, sum er ætlað fólkaskúlanæmingum í hádeild.  - Men í fleiri skúlum eru allir næmingarnir við. Til ber eisini at seta spurningar í meyli til tey, sum sita við pallborðið, sigur Ólavur í Geil, sum samskipar tiltakið fyri Nám.  Frammanundan hevur Nám eins og í fjør gjørt fleiri stuttfilmar, har fólk siga frá um egnar upplivingar, í hesum føri um Bosnia, úr teirra egna sjónarvinkuli.  Serliga hugtakandi er eini setningurin í forhondsframløguni hjá Regini Jacobsen, har hann nevnir, hvat kríggj kann gera við fólk, sum liva í somu gøtu.  Niðanfyri síggjast tey, ið siga frá, og uppskot um arbeiðsspurningar til hvønn teirra. Nám hevur gjørt eina temasíðu, sum hvørt ár er fyrireikandi upplegg til temadagin, sum tekur støði í Holocaust, men eisini krøkir í onnur fólkadráp, ið enn fara fram.  Ikki fyri at seta til viks ella tileinkisgera minnið um Holocaust, ið øll eru samd um, aldri skal hvørva úr bókum ella minni, men verða ein eins staðilig áminning um, at fólkamorð enn fara fram.  Avbjóðingin er, hvussu vit kunnu upplýsa um hesi mangan torskildu viðurskifti, so tey nærkast lívsseiga uppáhaldinum hjá týsku listakvinnuni Käthe Kollwitz “Nie wieder”.  Hetta er upplýsing til tygara tænastu! Finnur verður Geytavertur Meðan útlit eru til at Oscarhandanin fyri fyrstu ferð síðan 1989 verður uttan vert , er púra greitt, at sama vikuskiftið verður Finnur Koba vælupplagdi verturin, tá føroyska Geytatiltakið fer av bakkastokki í eini fulsettari høll í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið hin 23. februar. Við í sjeyndu Geytakappingini eru í ár hesir filmar: 12 (Hanna og Mikkjal Davidsen 1:28 min) Góðastova (Maria Guldbrandsø Tórgarð 17:00 min) Omman (Julia í Kálvalíð 12:00 min) Ikki illa meint (Andrias Høgenni 21:00 min) Julians Stigi (Atli Brix Kamban 17:37 min) Annika (Heiðrik á Heygum 20:00 min) Tyggigummi (Gudmund Helmsdal 4:30 min) Et visit (Sára Wang 14:00 min) Tá veruleikin yvirhálar fiktiónina Í gjár varð heimildarfilmurin Into the Deep frumsýndur á Sundance filmstevnuni, sum Robert Redford fór undir í Salt Lake City í 1978. Stevnan er hin størsta av independent slagnum í USA. Into the Deep er fyrsti filmur, sum avstralska Emma Sullivan hevur gjørt. Hon arbeiðir í Berlin og Melbourne og hevur gjørt avtalu við Netflix bæði at gera og at vísa skakandi heimildarfilmin, sum á okkara leiðum ivaleyst fer at yvirhála alla uppspunna fiktion á løriftinum í ár. Eitt ár innan danski Peter Madsen drap svensku Kim Wall umborð á kavbátinum Nautilus og sundurlimaði hana sum var hon eitt dýr, hevur Emma Sullivan fylgt og filmað mannin, ið nú er kendur sum kavbátadrápsmaðurin. Í 2015 fekk hon mentanarstuðul frá Aarhus, sum var evropeiskur mentabýur, at gera stuttfilmar, sum lýstu Danmark, og vórðu vístir á Big Little Film Festival í 2017 og á Noordelijk Film Festival í 2018. Meðan hon filmaði í Danmark, møtti hon uppfinnaranum Peter Madsen og filmaði rúmdarætlanina hjá honum, ið var sum klipt úr eini skúlavendari undirvísingarætlan í náttúru og tøkni. Hin 10. august í 2017 broyttist myndin av tølandi danska uppfinnaranum. Tað var tá tað kom fram, at Peter Madsen á barbariskan hátt fyrst drap og síðan sundurlimaði svenska journalistin Kim Wall umborð á kavbátinum, sum hann sjálvur hevði bygt. Eitt ár undan var Emma Sullivan farin at filma Peter Madsen, hansara ætlan at verða fyrsti rúmdarmaður í einum heimagjørdum rúmdarfari, og so manngarðin av øllum teimum, sum stuðlaðu og hjálptu hesum framúr íverksetara, ið var so kveikjandi, at hann eisini slapp í barnasendingar hjá DR. Dagsskráin fyri Sundance filmstevnuna í gjár sigur um filmin. Heimildarfilmurin hjá Emmu Sullivan fer aftur og fram í tíð. Filmin hjá Lars von Trier um hópdrápsmannin The House That Jack Built valdi eg frá at síggja, hóast Atlantis Bio vísti hann í Klaksvík. Gamaní taki eg undir við uppáhaldinum hjá júst Lars von Trier, at ein góður filmur er altíð sum at hava fingið ein stein í skógvin, og kortini halda fram at ganga, við gnaddandi steininum í. Júst soleiðis skal ein góður filmur kennast. Sum ein steinur í skónum. Men tað skal valdast, hvat tú velur at síggja. Haldi, at eg fari at lata henda film fara framvið. Hann er ov óunnuligur. Tá tað er greitt, at vit fylgja einum drápsmanni, sum eingin steðgaði, einum manni, sum er fongdur við markleysum stórlætisørskapi, tá verður ein dokumentatión so óhugnalig, at eg haldi at eg fari at lata hann verða ósæddan. Ummælarin hjá fremsta danska filmstíðarritinum, Ekko, Niels Jakob Kyhl Jørgensen, hevur sæð filmin í gjár og skrivar í yvirskriftini. Hvørki Filmsfelagið ella biografarnir hava ætlanir at vísa Into the Deep , tí Netflix fer at vísa hann í summar. Niðanfyri sæst avstralska Emma Sullivan, sum hevði kamera við sær, og helst tí slapp við lívinum. Myndirnar eru úr skránni fyri Sundance filmstevnuna, sum er í hesum døgum. Um at hundsa Trúði ikki mínum egnu eygum, tá eg fór at blaða í orðabókini, at finna eina yvirskrift til ein blogg um at hundsa. Tí tey hava so miriliga rætt, sum siga, at føroyskt er eitt mannfólkamál. Hygg bara eftir klipta døminum hjá Orðabókagrunninum, sum er sett omanfyri.  Tað krevst ikki tann stórtøkna tekstagreiningin í móðurmálsfakinum at finna fram til, hvør liggur omaná, er hin ráðandi, og hvør liggur undir, er hin órættaði. Ja, sjálvt hatta orðið er eitt kallkynsorð, tá hon framman fyri dómaranum tekur tað í munnin og svarar: Eg eri hin órættaði. Hinvegin, tá aðalfundur er í mínum egna felag, fer fleirtalið at binda. Fyrilitarleyst at binda. Atferðin er kynsbundin, tí bara felagslimir av einum kyni binda. Hitt kynið tolererar glintandi bindingina og at drigið og mátað verður, so fólk sita og veipa sum skuggamyndir hjá Tróndi í undirsjóvartunlinum, og onkur, sum er innkeyptur fyri nógvar pengar, og tí hevur orðið, spyr, hvat tað er tey vilja, nú tey peikaðu upp. Nei, eg bara bindi er svarið. So halda felagslimirnir, sum eru í stórum fleirtali, fram at binda og hyggja niður í egna fangið, meðan fakfelagsliga framtíðin verður borin fram á pallinum.  Ímeðan rýmir annað kynið.  Ein útskúgving, sum Orðabókagrunnurin kallar tað, er sett í gongd. Og tað er ikki sum at verða sett í gongd á føðideildini, tí tú sum kynsvera nú ert komin á tíð. Nei, tað er ein útskúgving, sum fer upp og niður eftir stólpum og veggum í hvørjari arbeiðsstovu. Útskúgving. Eitt avbjóðandi orð úr kynsbundnu orðabókini. Útskúgvingin, sum nú er komin í hana. 58 virðislønir til íslendskan film Undanfarna ár fingu íslendskir filmar 58 altjóða virðislønir. Tað skrivar íslendska nettænastan Klapptré , sum hevur talt og sæð filmarnar. Ein teirra, Andið eðlilega , fekk virðisløn á altjóða minnilutafestivalinum í Havn í august í fjør. Júst henda filmin sá eg á árliga feriutúrinum í Lübeck, har tey hava víst norðurlendskan film í 60 ár. Omanfyri er leikstjórin, Isold Uggadóttir, avmyndað við inngongdina til biografin. Samstundis sá eg hin stóra íslendska vinnaran, Kona fer í stríð , sum fekk fyrstu virðislønina har í býnum, eins og virðisløn Norðurlandaráðsins sum hin besti í fimm Norðurlondum í fjør. Nú er framúr høvi at síggja báðar hesar hóp-virðisløntu íslendsku filmarnar, sum eg vil viðmæla av tí allarheitasta.  Kona fer í stríð verður sýndur í Norðurlandahúsinum á Tórshavnar Filmfestivali 26. februar í ár, og Andið eðlilega sæst beint nú á Netflix. Tað er bara at tendra. Wikipedia við 6 milliónum greinum Onkuntíð brúka vit frámerkið vitanarsamfelagið, sum um vitan er eitt nýtt samfelagsligt fyribrigdi og ikki var til fyrr, vitanin. Wikipedia fekk meg at venda hesum tanka eina ferð eyka í morgun. Orsøkin er, at nú eru ikki færri enn 6 milliónir greinar at finna á ensku Wikipedia. Tað var í gjár, at høvundurin Rosiestep skrivaði eina grein um eina kanadiska lærarinnu í 19. øld, sum eg einki visti um. Tað var grein nummar 6 millión. Hvat er vitan? Hvør nytta er í henni, vitanini, og hvat gagn hevur tú sum brúkari av vitanini um eitt ávíst evni til eitt ávíst høvið? Og er vitan eitt definitivt fyribrigdi, sum ikki er til diskussión, men bara er dosering niður í høvdið á næminginum, um hon yvirhøvur er atkomulig, vitanin? Ella er hon innilæst í einum okkultum munkakleystri fyri vaksin, har bara tey skriftlærdu, ið hava rætta lykilin, sleppa inn at lesa og ogna sær vitanina? Og krevur hon hald fyri at verða umsetilig, vitanin, eitt peningaligt hald, ið føðir eina merkantila algoritmu, sum tekur og leggur undir seg allan heimamarknaðin, har vitan fyrr varð deild á móðurmálinum fyri einki mitt á Vaglinum? Í veruliga lívinum er tað langt síðan, at eg sá eina prentaða alfrøði, forferdiliga langt síðan. Kanska fjøruti ár. Serliga tá umræður livandi personar, sum bráddliga ikki eru livandi longur. Hvørjir vóru teir, persónarnir, hvat løgdu teir afturat menniskjavarðanum síðan mentasólin fyrstu ferð dagaði í havsbrúnni og fyri fyrstu ferð fór at kasta langar skuggar, mentanarsólin, hvussu nógv sást tá eftir, og hvar er tað til skjals? Meðan altjóða Wikipedia er blivin ein vitanarrisi og ótømandi kelda, tosa heimligir dvørgablaðsútgevarar og aðrir dvørgavitanarfabrikantar í Morgunútvarpinum um avreiðingar í Klaksvík mótvegis kaffelatte í Havn. Teir halda tað vera stuttligt og samfelagsgagnligt í føroyska vitanarsamfelagnum. Neyvan hugsa teir, at teir kynda uppundir og halda lív í brennandi kyndlinum, sum er einki annað enn niðurbræðing av almennari vitan og aktivari vitanarframleiðslu, sum teir sjálvir siga seg hava sum livibreyð og vilja hava almennan stuðul til. Nei, okkum tørvar eina effektivari føroyska Wikipedia. Gamaní, hon er har við 13.290 føroyskum greinum. Men tað skuldi í stundini verið eitt landsfevnandi átak at økt, dagført og støðugt bøtt um føroyskar greinar á Wikipedia. Eitt átak, sum byrjar, og er uttan íhald. Tað er vegurin fram undir vitanarsólini, nú dagarnir leingjast og sólin ikki longur firnast á síni ferð. Gott vikuskifti á Wikipedia og alla aðra staðni í heimi. Tá ikki ber til at ferðast At sleppa at taka eina skermmynd á telduni av einum Netflixfilmi, er eins trupult og at sleppa at ferðast í hesum koronatíðum. Tað er vónleyst. Tí havi eg manuelt fotograferað eina skermmynd av júst tí sekundinum, har Fran Lebowitz (f.1950) avdúkar persónligu drívmegina í sjeyparta røðini. Hin besti setningurin í bestu røðini á Netflix beint nú. Tað er einki at taka seg aftur í. Kanska við Lupin sum einasta kappingarneyta. Hin fyrri í New York og hin seinni í París. Virtuellur ferðaleiðari er í báðum førum Netflix. Virtually the best travel agency. Veruliga hin besta ferðaskrivstovan. In a virtual world. Í einum tykisheimi.  Tað er hin víðagitni Martin Scorsese (f.1942), sum hevur gjørt røðina. Av og á sæst Scorsese tosa í egnum filmum, til dømis sum passasjerur á baksetrinum í gula bilinum hjá ikoniska Taxi Driver, leikluturin, ið gjørdi Robert De Niro kendan í 1976. Tá tosar Scorsese, sum var hann uppá speed, hann speedtosar, eitt staccato nervøst tosingarlag, sum umframt at vera avbjóðandi, eisini er ófrættakent, ja, um pallmyndin, ljósið og tónleikurin er til tað, kundi verið upptakt til virksemið hjá einum kalliga kalkulerandi hópdrápsmanni, so langt út á eggina kann Scorsese seta seg sjálvan. Hvat vit hava í væntu, er sjálvur spenningurin, the suspense, hóast einki ítøkiligt hendur á pallinum. Men huglagið var har. Tað ófrættakenda og ótillagaða. Eitt menniskja, sum ytst á eggini uppdagar, at javnvágin er sett til viks.  Eftir hópin av filmum í katólskum karmi, har dráp, burturbeining av líkum og endaleys banniorð eru týðuligasta umhvarv, er Scorsese róligari, ja púra í javnvág við seg sjálvan, og megnar at halda aftur í speed tosingarlagnum. Í staðin letur hann Fran Lebowitz tosa og taka pallmyndina, meðan hann sjálvur situr í skelliláturi og ofta flennur so hart og leingi, at eg ivist í um aldrandi maðurin missir ondina. So stuttliga heldur hann jødisku og lesbisku Lebowitz vera. Og eg eri ikki ósamdur. Hon er smittandi undirhaldandi við so fýrkantaðum eygleiðingum um lívið í New York, at tú verður førdur inn í hvønn krók og sansar stórbýin, sum var tú har. Scorsese letur hana veruliga koma út um senukantin og tæna tí klassiska endamáli, sum er at seta frásøgufólið í miðdepilin og sleppa at liva og fiktast við egnum avbjóðingum. Hetta er hilarious fyri at brúka eitt enskt orð. Frásagnargleði, sum er merkt av ótamdum ovfarakæti. Ein studia av samrøðukynstri, at lata frásøgupersónin sleppa at seta seg sjálva í senu, líta á hana og í øllum trúfesti at fylgja henni til liðugt er. Og tá vit eftir sjey sendingum - ja eg sigi sendingum, tí útvarpsfólk hava uppdyrkað hetta frásagnarkynstrið heima hjá okkum - eru komin hartil, so hava vit verið í New York. Við einum frásøgufólkið, sum avnoktar alla tøkni. Hevur hvørki teldu ella fartelefon, ja í fyrstuni heldur ikki skrivimaskinu og bankakontu, og tó livir sum mest hugtakandi frásagnarfólk, ein raconteur, í nervøsa neonbýnum New York, har kvikkjazz er blinkstrandi bakteppið, ið ikki slepst undan. Aldri í frið, altíð í rørslu. Meðan amerikanska sendirøðin er ytra menniskjan í stórbýnum, er franska filmsrøðin Lupin ein meira innvortis leitan í høvuðsstaðnum í mektiga hjálandaveldinum, har frælsið, javnaður og brøðralag varð uppfunnið, men mest umráðandi er at stava De Gaulle rætt, tá tú kemur úr Senegal og vilt hevna deyða papans, sum gav tær eina franska fyrimynd: Arsène Lupin. So byrjar indigneraða søgan hjá Sy Omar um rættvísi í franska stættarsamfelagnum. Filmsrøðin vekir minnir um ein hin besta filmin eg minnist úr gamla Havnar Bio - Topkapi hjá franska Jules Dassin frá 1964, sum varð vístur herheima nøkur ár seinni. Priceless!  Tvær spennandi ferðir við hvør sínum endamáli, onnur til hitt útvortis menniskjað og hin til hitt innara menniskjað. Ferðaskrivstova er Netflix og tú eigur stólin. Góða stórbýarferð í koronastongsli. Væl gagnist!  Jesper Christensen í Føroyum Mikudagin 27. februar verður víðagitni filmsleikarin Jesper Christensen í Føroyum við filminum Før frosten.  Spildurnýggi filmurin, sum er ein lagnusøga úr miðjari 19. øld, er partur av filmfestivalinum TÓFF, sum Norðurlandahúsið, Filmshúsið, Filmsfelagið, Klippfisk, Filmsfjepparafelagið Hygga Síggj og Føroysk filmsfólk skipa fyri. Høvuðsleikarin, Jesper Christensen, og konan Tove verða til staðar. Tina í Dali Wagner, sum er stjóri í Filmshúsinum, fer eftir sýningina at práta við Jesper um hansara virksemi sum filmsleikari, og at seta hon spurningar, sum eisini kunnu koma úr biografsalinum. Jesper Christensen, sum var sorinskrivarin í Barbara , ið er mest sæddi filmur í Føroyum, hevur høvuðsleiklutin í nýggja danska filminum Før frosten . Fyri avrikið hevur hann longu vunnið virðislønir í Chicago og Tokyo sum besti leikari. Í filminum er hann bóndin Jens, sum undir kørgum umstøðum og av berari armóð ger avtalu um jørð og dóttur við grannan, so tey kunnu breyðføða seg, nú veturin stendur fyri durum. Í náðileysa stættarsamfelagnum ger prestur ikki støðuna betri, tá hann flytur tey longur aftur at sita í kirkjuni. Men tá ein múgvandi góðseigari kemur úr Svøríki, sær Jens ein nýggjan møguleika at gera eina enn betri giftu innan frostið setur í jørðina. Clara Rosager er dótturin, Ghita Nørby er mamman og Magnus Krepper er góðseigarin í fimta spælifilminum hjá Michael Noer, sum vísur okkum, hvussu langt ein faðir vil ganga at bjarga børnunum. Før frosten  - ein lagnusøga úr miðjari 19. øld - verður sýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio mikukvøldið 27. februar kl 19:30. Staðleysa tjóðleikhúsið “Hví skulu vit hava eitt nýtt tjóðleikhús”, spyr útvarpsmaðurin verandi stjóran á Tjóðpallinum í høvuðsstaðnum í gjár. Stjórin svarar, men útvarpsmaðurin er ikki nøgdur og spyr lurtarans vegna uppaftur: “Hvat er tað, vit skulu hava?” Um tað er so, at eg eri ein av lurtarunum í huganum hjá útvarpsmanninum, so umhugsi eg at skifta navn til Rindal. Landstýrismaðurin við mentamálum verður í somu sending eisini spurdur um ein tjóðpall. Og eg má siga, at í hesum føri havi eg ikki hoyrt betri funderaðan og lurtaravinarligari politikara á mentaøkinum enn tað sama. Men útvarpsmaðurin, mín talsmaður, er spurin og spyr, um tað skal vera í Havn. Aftur her er landstýrismaðurin fyrimyndarliga væl ílætin at svara. Men so koppar tað líkasum á, kanska tí at útvarpsmaðurin ikki er nøgdur við harmoniska svarið. Her má ruskast í onkrum. Hann rennir seg á kav í tíðindasavninum í egna útvarpinum, tí sum er av head line brátíðindaslagnum, har ein runavíkingur og ein sjónleikari, sum eg ikki havi sæð á palli í fleiri ár, eru samdir um at fortelja føroyingum, at vit skulu slettis ikki hava ein fleirhundraðmilliónasjónleikapall í Havn. Eg eri enn paff av hasum lokalkampanjuhøvðustíðindunum herfyri. Útvarpsmaðurin er heldur ikki komin yvir skelkin og spyr uppaftur í gjár, ikki sørt tortrúgvin, um Skálatrøð er ein treyt, og um ikki hatta við akkurát Skálatrøð ikki er blivið eitt sindur kontroversielt eftirhondini. Spyr hann, ikki sørt leiðandi ein fattan landstýrismann, sum kundi dotti í grøvina, men ikki letur seg taka av fótum. Samstundis sum eg eri fegin um politiska og fyrisitingarliga prátið um ein tjóðpall, ið hevur verið ávegis og prinsipielt staðsettur uttan himpr í áratíggju, eri eg samstundis skakaður, djúpt skakaður, av teirri meinfýsnu tortrúgv, sum útvarpsmenn eru befongdir við í hesum máli. Djúpt skakaður. Hava teir bátapláss við Skálatrøð, ella eiga teir ein bøkk í sprongda berginum? Tí enn gera vit rokning uttan vert. So púrasta. Enn er einki hús teknað. Enn hevur eingin arkitektakapping verið. Enn er einki játtað til projektering og bygging. Enn er einki, einki einki, uttan mótstøða. Ein siglívað mótstøða, sum gongur ørindi fyri, ja kanska ein aldargamlan handil niðri í býnum, sum sigur seg ikki kunna selja seym uttan 220 kommunal parkeringspláss uttanfyri. Kanska er tað bæði banahøgg og náðiskot fyri eina glasiliga ætlan, sum fyrr var so góð í einum miðbýi, sum fyrr var so góður. Men kanska er tað rættast at koyra alt í ein miðbýarposa, rista væl, og stoyta úr aftur. Tá kundi komið fyri ein dag, at peningasterkastu skrivstovuveldini sita á óneyðuga mongum ognum, sum kundu verið liviligar og lívskapandi íbúðir hjá barnafamiljum uttan parkeringspláss, samstundis sum skrivstovuveldini eiga aðrar rúmligar ognir í útrýðjuni av býnum, við eins mongum parkeringsplássum, sum til gerandis leggja býin brakk. Eitt uppskot, sum ikki hevur verið ónevnt hesi áratíggju, er at keypt meinigheitina út úr Ebenezer og bjóðað teimum ein uppíbygning til Lívdina í Hoyvík, ella ein frítt standandi annan bygning, sum er har, ið flest fólk búseta seg. Kommunan og mentamálaráðið betala alt, og sleppa afturfyri at flyta inn í Ebenezer, sum Palli Gregoriussen teknaði saman við Kristoffer Kristoffersen. "Ein stoyptur bygningur við fyrimyndum bæði í nýklassisismu og art deco", sum sagt verður í Býaratlasinum frá 2007. Bygningurin varð liðugur í 1963 og liðugt umvældur í 2006. Hvat tá? Kann mann siga Hesi orð eru tey mest brúktu hjá løgmanni. Ja, tað nærkast hábrøgdum, tá hann støðugt og altíð stingur hesi orð sum klípi inn í millum setningar, sum annars kunnu vera fornuftigir. Kann mann siga.  Tað løgna er, at tá fólk í sendingini Á Breddanum hjá Kringvarpinum í dag og aftur í Degi og Viku í kvøld tosa um sosialar miðlar, brúka tey somu vending. Kann man siga. Men tað var ikki tað mest interessanta, hóast evnið var júst tað - hvat kann mann siga.  Tvey viðurskifti vóru áhugaverd í Breddanum í Útvarpinum. Fyrra er, at í menningini av tøkni og miðling eru sosialu miðlarnir enn so nýggir. Eru komnir til mitt í nullunum, sum sagt varð. Tað er ikki meir enn fimtan ár. Tað er einki, mett eftir eini alin, ið røkkur heilt aftur til Gutenberg. Tí er greitt, at enn kenna vit ikki nær námindi útbreiðsluna og tær funkur, bindingar og møguleikar, sum sosialu miðlarnir fara at bjóða okkum uppá gott og ilt í komandi árum. Vit eru ongan veg komin enn. Seinna er, at sosiala miðlalandslagið á netinum, er so langt frá teim dómstólum, vit higartil hava kent, at sannlíkt og kanska neyðugt verður at hava serstakar dómstólar fyri talgildar miðlar av sosiala slagnum, skal onkur sensurerast ella dømast heilt út í myrkrið á Twitter og Facebook. Ein sjávlsagdur tanki, sum ikki hevur verið frammi fyrr, tað eg veit. Tað kann mann veruliga siga. Í Degi og Viku fingu vit eitt sjov úr raritetskabinettinum um samsvørjingar. Eisini tað duga vit at rúma og vilja taka upp. Mikið heiðurligt. Men av onkrari fyri mær enn ókendari orsøk hevur tað einaferð í fyrndini eydnast onkrum, gudvitihvørjum, at billa almúguni inn, at vitan er eksakt og at tað er henni vit skulu eftir, teirri eksakt røttu vitanini.  Serliga innan skúlagátt er hetta ikki ókent.  Skúlin sum fyribrigdi hevur síðan hann kom til, verið hentasta amboð at leggja samfelagsligu maktina í hondina á makthavarum, honum, ið eigur eksaktu vitanina og hevur brúk fyri henni, skal maktin ikki syndrast. Tað hevur skúlin gjørt so mikið væl, at makthavarin hvørt kvøld kann leggja seg trygt at sova.  At fyribyrgja iva og óvissu, hevur makthavarin eitt lið av dómarum, sum kanna eftir, at fóðraðu pisurnar kring landið spýggja rætt uppaftur. Gera tær tað, pisurnar, so fáa tær prógv.  Hesin tranadansur heldur so fram, kanska á Oyrasundi, har pisurnar í felag syngja heimlandssangir, og so heimaaftur at geva hvør øðrum størv, og halda fram at syngja úr somu sangbókum. Alt fyri maktina.  Einasta, ið kann bróta hesa afturhorvandi konservesmakt, serliga á útoyggjum sum okkara, er nakað eksplisitt fremmant, ið kann koma uttanífrá, bróta inn og rysta fólkasálina, so hon kann fara at syngja úr øðrum bókum, og sum frá líður renna seg í tann faktuella veruleika, at vitan er ikki altíð eksakt, og at undirstreymurin, algoritmur, kunnu skeikla allar múrar í konstruktiónini av upplýsta samfelagnum.  Uppá gott og ilt er einki sum internetið og sosialu miðlarnir, ið hava lært okkum, at vitan er ikki altíð eksakt, at svarið er ikki altíð eitt. Tað kann mann siga. Í hvussu er á netinum. Tí har ert tú enn tín egni dómari. Mann kann siga, at internetið og sosialu miðlarnir eru síðstu bastiónir hjá fría menniskjanum.  Samstundis kann mann tíanverri siga, at hesar báðar upprunaliga fólkaræðisligu bastiónir eru blivnar so kapitalsterkar og djevulskt algoritmustýrdar, at yvirvøldin nokkso skjótt má leggja tær undir treytir og lógir, so sum vit kenna tær úr hevdvunna rættarsamfelagnum.  Fólksliga undirtøkan á netinum hevur verið alt ov sterk, og hevur “sejret ad helvede til”, sum ein vælgøddur danskur arbeiðsformaður segði, tá alt var farið yvir gevind og hann mundi kódna í berari vælferð.  Og hinvegin.  Hvussu hevði samfelagið sæð út uttan internet og sosialar miðlar? Kanska hevði tað passað onkrum allar best, at einki internet var yvirhøvur. Tað kann mann so í hvussu er siga. Á netinum og uttan at fáa um skrúvuna, so vit mugu senda kavaran niður at loysa. Hvat hendi úr útvarpinum og inn í sjónvarpið? Í dag varð eg sum bloggari boðin í útvarpssendingina Pressan hjá Øssuri Winthereig. Við støði í nýggjársrøðu løgmans legði verturin fyri við hesum spurningi: Eg havi biðið Birgir Kruse siga sína hugsan um nýggjársrøðuna. Tú hevur á tínum bloggi skrivað, at tú hoyrdi røðuna fyrst og helt tað var ein góð røða, men tá tú sást røðuna aftur í sjónvarpinum, so helt tú nakað annað. Kanst tú greina hetta nærri, hvat hendi úr útvarpinum og inn í sjónvarpið? - Ja, tað kann ivaleyst tykjast lurtaranum løgið, at sama røða, við sama høvið, kann upplivast so ymiskt, sum talan er um í hesum føri frá útvarpi og til sjónvarp í sama stovni. Men soleiðis eru treytirnar, tá tú arbeiðir við miðlum. Hóast konvergensur, samanrenning, var eitt mótaorð um túsundáraskiftið, so hava allir miðlar, hvør í sínum lagi, spesifikkar eginleikar, sum í journalistikki og formidling tala til ymsar sansir og harvið náa ymisk úrslit. - Gjøgnum oyruni fært tú útvarpaðu nýggárstaluna, sum er heilt góð tá tú blundar, og kanst tendra fyri innara biografinum. Ein fín røða, sum ikki verður órógvað, men krøkir í núlivandi fólk, sum hóast avbjóðingar velja at verða samhaldsfastir medborgarar. Ein fín sosialdemokratisk røða, eisini til hetta heilsandi nýggjárshøvið hjá løgmanni. - Men so er tað sjónvarpaða versjónin av somu røðu, sum eg síggi dagin eftir. Har verður røðan sett í senu, og løgmaður setur seg korporliga inn í stovuna. Eg fái bestan hug at smoyggja ein posa oman yvir sjónvarpsskíggjan, tí fyrsta er, at hann starir so óunniliga hysteriskt upp á ein telepromtara - sum er uttanfyri mítt sýni - at lesa alla taluna. Eygnabráðið víkur ikki frá tekstinum, sum ikki liggur á borðinum, og kundi havt avleitt tann tankan, tí borðið er ruddað, burtursæð frá einum diskret vøkrum sosialdemokratiskum rósukransi til høgru. Men tað er bara staffasja. Berandi lutir í pallsetingin blíva - kanska ótilætlað - hendurnar, sum tykjast negldar ella límaðar á borðkantin. Tilsamans verður henda støðan so konstruerað, at hon virkar ikki eftir ætlan í tí valda miðlinum. Hevði røðan verið longri, so fór eg at kikka eftir ondini. Og nú løgmaður sjálvur krøkti í avbjóðingar, so mugu miðlafólk minnast til, at beint undan hevði drotningin talað til fólkið, klók og rólig, í eygnahædd men sum drotning. Tað er ein avbjóðing, sum løgmaður og hansara fakfólk í hesum føri ikki megnaðu at lyfta í sjónvarpspartinum hjá Kringvarpinum. Kanska skuldi løgmansrøðan á nýggjárinum, gamlaárskvøld, steðga til dagin eftir, fyrsta dagin í árinum, nýggjársdag, hugsi eg. Birgir, meinar tú at løgmaður ikki dugir nóg væl framman fyri skíggjanum ella er tað pallsetingin? Nei, tað er slettis ikki løgmaður, ið ikki dugir. Tað er pallsetingin, sum løgmaður ikki hevur gjørt, men fakfólk uttan um hann, sum ikki livir upp til tey krøvini, ið eg vil seta til sjónvarpsliga partin av nýggjársrøðuni hjá løgmanni. Hvat var verðin uttan kirkjur, og hvat var tónleikur uttan gospel? Mikukvøldið 22. januar vísti Filmsfelagið fyri fulsettari biohøll Aretha Franklin - Amazing Grace (Sidney Pollack, Alan Elliot 2019 87 min). Knút Háberg Eysturstein innleiddi sýningina við hesum orðum: Hvat var verðin uttan kirkjur, og hvat var tónleikur uttan gospel?  Gospel merkir “evangelium” ella “gleðiboðskapur”. Enski tónleikarin Mark Hollis var sangari í navnframa tónleikabólkinum Talk Talk, men livdi annars eina rættiliga gátuføra tilveru inntil hann andaðist fyri einum ári síðani í januar 2019. Hollis segði einaferð um tað at syngja, at tað snúði seg í grundini um dygd (“virtue”) og persónleika (“character”). Hann kundi ikki syngja ein tekst, uttan so at hann kendi at hann trúði tí, sum sungið var um. Hetta hevði samband við gospel. “Eg sigi ikki at allir tekstir mugu snúgva seg um átrúna, men tað tingið má vera við í tí”, legði hann afturat. Omma mín, Sunneva F. Háberg (1917-2007), kundi verið lýst sum ein gospel sangarinna. Kanska ikki av líka lívligum slag sum tær amerikansku, men hon var ein, sum helst vildi syngja andaligar sangir. Tað andaliga mátti vera við, annars gav tað ikki reiðiliga meining at syngja. Tað er okkurt grundleggjandi meiningsfult í hesum at syngja gospel. Tað er kanska ymiskt hvussu menniskju megna at liva “the gospel”, men tað er í øllum førum fantastiskt at kunna syngja tað. Hin stóra fólkaflytingin Vit liva í einari verð við nógvari fólkaflyting, og tað er nakað sum allatíðina ávirkar bæði politikk og samfelag. Um vit hyggja eftir søguni hjá USA í 20. øld, so er tað sanniliga eisini søgan um fólkaflyting - ikki bara við tilflyting, men eisini við stórari fólkaflyting innanfyri landamørkini. “The great migration” er eitt hugtak, ið fevnir um umfatandi fólkaflytingina millum svartar amerikanarar í 20. øld. Í 1910-unum búðu eini 90% av svørtum amerikanarum í amerikonsku suðurstatunum, har tey livdu sum eftirkomarar hjá trælum úr Afrika. Í 1970-unum var talið minkað niður í nærum eina helvt.  Hví fluttu øll hesi fólkini? Tí korini vóru trong, arbeiðsmøguleikarnir fáir og rasisman ótálmað. Har var ikki annað at gera enn at flyta í eini roynd at finna eina bjartari framtíð. Hvar fluttu tey? Til stórbýirnar á eystur- og vesturstrondini og í ein norðan. Hin tiltikni Highway 61, sum Bob Dylan syngur um í “Highway 61 Revisited” (1965), er vegurin sum gongur frá New Orleans heilt har suðuri í Louisiana til Wyoming heilt har norðuri í Minnesota. Hetta er m.a. vegurin gjøgnum Missisippi norður til Chicago, og í hesum vegastrekki liggur stórur partur av søguni um blues. Snarar tú til høgru á vegnum til Chicago kemur tú longur norður til Detroit í Michigan. Og nú nærkast vit tí, sum kvøldið í kvøld snýr seg um. Gospel og soul Úr Detroit kom Aretha Franklin. Hon var kend sum “The Queen of Soul”, men hennara upphav og grundstøði var gospel - black gospel soleiðis sum vit kenna tað úr USA. "Soul" verður brúkt at lýsa afrikanskt-amerikanska populertónleikin sum mentist í USA frá 1950-unum og upp í 70-ini. Um vit siga, at rock’n’roll og rockur er ein “hvít” lesing av rhythm & blues, vendur soul aftur til røturnar í svarta tónleikinum - til gospel og blues. Soul er “sekulert gospel” sambært summum, og tað gevur góða meining, tí soul hevur í stóran mun varðveitt listabúnan sum vit kenna hann úr gospel. Í afrikanskt-amerikanska samfelagnum hevur kirkjan havt ómetaligan týdning gjøgnum tíðirnar. Kirkjan veitti sosialan samanhangsmátt, tá mong onnur viðurskifti vóru trupul og óstøðug. Eins og óteljandi aðrar sangarinnur í amerikanskum tónleiki byrjaði Aretha Franklin sína tónlistaligu leið innan kirkjugátt. Mamman Barbara Siggers Franklin var gospel sangari og klaverleikari, og pápin C.L. Franklin var tiltikin baptist pastorur og civil rights aktivistur.  C.L. - Clarence LaVaughn Franklin - var føddur í 1915 í Sunflower County í júst áðurnevnda Missisippi, har suðuri í USA. 16 ára gamal gjørdist hann prædikumaður, eitt skifti var hann í Memphis, Tennessee, síðani í New York og í 1946 gjørdist hann pastorur í New Bethel Baptist Church norðuri í Detroit, Michigan. C.L. Franklin var tiltikin prædikumaður og sangari og ferðaðist víða, og dótturin var við á ferð og sang. Tað finnast upptøkur, har hon syngur sum fjúrtan ára gomul, og longu her er røddin bergtakandi. Ray Charles var tann fyrsti sum “sekulariseraði” gospel sangir, og hetta umskiftið stóð í fullum blóma við tónleikinum hjá Aretha Franklin. Sum 18 ára gomul legði hon um til “sekulera” yrkisleið. Pápin stuðlaði henni í hesum, so tað var ikki soleiðis at hetta neyðturviliga elvdi til andaliga tvístøðu. Tað var í lagi, og hon kundi ferðast frítt ímillum. Har við ikki sagt, at yrkisleiðin gekk sum eftir ánni. Franklin hevði fyrst nøkur ár á Columbia Records, har hon gjørdi respektablan tónleik, men uttan stórvegis undirtøku. Á Columbia var hon hampað og snøggað til at vera ein jass popp sangarinna. Tónleikurin bar dám av easy listening, og almenningurin var lunkaður. Ferð kemur á yrkisleiðina Í 1966 skifti Franklin til rhythm & blues kraftsentrið Atlantic Records, og tá kom ferð á. Tónleikaframleiðarin Jerry Wexler fekk stóran týdning fyri hennara yrkisleið. Wexler var ateistiskur jødi úr New York við ótrúligum tevi fyri m.a. gospel og soul tónleiki. Hann gav henni størri rásarúm og kontroll. Hon slapp at sameina tað andaliga og tað holdsliga sum henni lysti. "Let Aretha be Aretha” var hugburðurin. Hetta eyðkendi restina av hennara lívi og yrkisleið.  Á Atlantic vendir Franklin aftur til sínar gospel-blues røtur, og úrslitini eru framúrskarandi. Plátan I Never Loved A Man (The Way That I Love You) frá 1967 er ein skjalfesting av hvussu tað ljóðar, tá Franklin saman við Wexler og framúrskarandi Muscle Shoals tónleikatoyminum sleppur sær úr jazz/popp haftinum og fer undir at gera rátt, sveittut og sprongkvæmt soul! Fyrsta lagið tey festu á band var heitislagið 'I Never Loved A Man (The Way I Love You)'. Her sleppur hon bókstaviliga teymunum, og restin er, so segði hon, søga. Aðrastaðni á somu plátu finna vit eyðkennislagið ‘Respect’. Hetta var ein útmerkaður Otis Redding sangur, sum Franklin umskapaði til ein fylkingarsang, ið fevndi um tíðarandan. Franklin legði sjálv henda partin afturat. Stríðsfólk innan bæði borgararættindi og javnrættindi hava tikið sangin til sín. Jerry Wexler segði seinni, at tá Otis Redding hoyrdi upptøkuna av ‘Respect’ var hann greiður á málinum: “she done took my song”. Hetta var ikki illa meint, bert ein staðfesting av, at Aretha var farin avstað við sanginum, og hatta kundi hann ikki toppa. Borgararættindarørslan Familjan hjá Aretha Franklin hevði sum áður nevnt sterkt tilknýti til civil rights movement, borgarararættindarørsluna. Hetta endurspeglast eisini í tónleikinum. M.a. tulkaði hon máttmikla og definitiva civil rights fylkingarsangin 'A Change Is Gonna Come' somikið væl, at hennara tulking stendur mát við upprunaútgávuna hjá Sam Cooke. Slíkt hevði lættliga enda galið hjá minni stórbærum sangarum.  Í 1970 kom hon við sínum aftursvari til persónliga mótgongd við inniligu plátuni Spirit In The Dark. Í ’68 hevði hon sungið til jarðarferðina hjá familjuvininum og borgararættindastríðsmanninum Martin Luther King Jr., ið sum kunnugt var myrdur í Memphis, Tennessee 4. apríl sama ár. Árið eftir var hon sundurlisin frá fyrsta manninum Ted White, ið fór illa við henni. Í 1970 kom hin meistarliga Spirit In The Dark sum aftursvar uppá persónliga og samfelagsliga kreppu. Fimm av sangunum hevur hon sjálv skrivað. Aðrastaðni sýnir hon gott tev fyri funk tónleiki, t.d. á hinum næstan absurd væl svingandi lagnum 'Rock Steady' av plátuni Young, Gifted and Black frá 1972. Havi onkuntíð diskað henda sangin og undrast á hvussu groovy hann er. Tá eg so lesi credits og tjekki hvør spælir við, so undrist eg ikki meir, tí hetta eru veruligir heimsklassatónleikarar úr umrødda tíðarskeiði. M.a. legendariski Bernard Purdie á trummur, Chuck Rainey á bass gittara og Cornell Dupree á gittar. Hesir tríggir leika eisini við á upptøkunum, ið vit skulu síggja og hoyra í kvøld.  Amazing Grace Amazing Grace er eisini frá 1972. Í fyrsta umfari var talan um eina live plátu, sum altso fekk heitið Amazing Grace. Útgávan slerdi fast við sjeytummaseymi, at óansæð hvat Aretha Franklin annars sang um og hvar hon annars fór á lívsleiðini, so var gospel bæði byrjanin og endin. Plátan er hin best seljandi í drúgvu yrkisleiðini hjá Franklin, og hon er eisini hin best seljandi live gospel plátan nakrantíð. Tá plátan var innspæld, var Franklin í hæddunum í síni tónlistaligu yrkisleið, við eini rúgvu av hittum og Grammy virðislønum í skjáttuni. Hon avgjørdi at henda verkætlanin skuldi vera ein heimkoma - hon vildi aftur til røturnar í kirkjuni og gospel tónleikinum. Til tess at kunna gera upptøkurnar var ein baptist kirkja í Los Angeles - New Temple Missionary Church - útvegað til endamálið. Tað hoyrir við til søguna um henda filmin, at upprunaliga vóru videoupptøkurnar óbrúkiligar. Manningin gloymdi av onkrari løgnari orsøk at eyðmerkja upptøkurnar við klapptrøum - “clapperboards” - ið vera brúkt, tá ljóð og myndir skulu synkroniserast. Ein ótrúligur svipsari, og ein av orsøkunum til, at filmurin Amazing Grace ikki er komin í biografarnar fyrrenn nú. Tónleikaligur leiðari á upptøkunum er Reverend James Cleveland, ið eisini syngur og spælir klaver. Kórið er The Southern California Community Choir við Reverend Alexander Hamilton sum dirigenti. Áðurnevndu Purdie, Rainey og Dupree teljast millum tónleikararnar. Vit eru stødd í eini kirkju, haðani gospel upprunaliga kom og har tað enn verður sungið. Vit eru takksom fyri at sleppa at síggja og hoyra henda filmin, og eg fari við hesum at geva orðið yvir til Aretha Franklin.  Takk fyri. Knút Háberg Eysturstein Ein absurd komedia um at vera menniskja Eftir myndunum at døma sær tað út til, at tað er eydnast Tjóðpallinum at seta fremsta svenska filmsmisantropin, hin kolasvarta skemtaran Roy Andersson (f.1943), á pall á føroyskum. Han er so svartur, at hann glitrar og skyggir sjálvt í føroyska afturhaldsmyrkrinum, tá hann er bestur.  Djúpi lívsvísdómurin hjá Roy Andersson sást longu í filmslýsingum, sum hann í sjeytiarunum gjørdi fyri svenska tryggingarfelagið Trygg-Hansa. Hesir stuttu lýsingarfilmar eru ein fongur á YouTube í dag. Sjónleikurin verður frumsýndur leygarkvøldið 23. januar, og longu í kvøld ber til at hita upp í misantropisku tableautilveruni hjá Andersson í nýggjasta filminum Um tað óendaliga, sum Filmsfelagið sýnir í Havnar Bio klokkan 20. Sjónleikurin Um at vera menniskja er ein absurd, svørt komedia, sum byggir á filmstriologiina hjá Roy Andersson. - Roy Andersson hevur sítt heilt serliga myndamál við stórum myndum, ið næstan eru sum filmaður sjónleikur, og hetta gav Torfinn Nag hugskotið at gera eina sjónleikaútgávu burturúr filmstriologiini. Pallmyndin hjá Edward Fuglø hevur somuleiðis fingið íblástur úr filmsuniversinum og eyðkendu litpalettini hjá Roy Andersson. sigur Tjóðpallurin og leggur afturat, at "talan er um eina hendingaríka og sera skiftandi sýning, har níggju leikarar leika heili 80 leiklutir í 41 leikmyndum. Leikmyndirnar eru flættaðar saman, soleiðis at vit fylgja leiklutunum gjøgnum alla sýningina. Hvør pallmynd sigur sína egnu poetisku, tragisku, rørandi ella stuttligu søgu, sum - hóast hon er fullkomiliga absurd - nertir við nakað, vit øll kenna okkum aftur í so ella so." Haldi eg fari at hyggja. Bæði eftir filmi í kvøld og sjónleiki leygarkvøldið í næstu viku. Góð røða - ring pallseting Gamlaárskvøld helt løgmaður eina framúr góða nýggjársrøðu . Ja, hina bestu eg minnist meg at hava hoyrt, hóast minnið ikki er tað, tað hevur verið. Hoyrdi nýggjársrøðuna í Útvarpinum meðan ræsta kjøtið kom inn á borðið. Ein fín røða, borin á nýggjárslógvum afturvið ræsta deyminum, beint til innara biografin. Men bara so leingi eg blundi og lurti eftir útvarpi. Í dag sá eg útvarpsrøðuna, so sum hon eisini varð sjónvarpað. Upptøkan var brilljant fokuserað við føstum kamera, tveimum lampum, tvær ferðir tveimum ljósum - og so tveimum hondum. Og hondina á slipsið. Reyða slipsið. Hetta var ein ørkymlandi ring pallseting. Trettan minuttir við løgmanshondum festum á borðið, hvør í fratan hevur funnið uppá hatta? Hetta var ein so persónlig og engasjerað røða, at fast sjónvarpskamera og fastnegldar hendur rigga ikki. Hetta verður ein óbehagilig togtogan millum tað sagda og tað filmaða, sum hvørki er í synk ella dialogi. Vendingin “heitar hendur” meðan hansara høgra tykist sveitta í hvassa ljósinum, ger ikki støðuna betri. Trettan minuttir við hesi sjónvarpaðu togtogan verður slítandi ófrættakend. Ja, oyðileggur persónligu og engasjeraðu røðuna hjá rótfesta Javnaðaraksel. Kann verða, at tíðin er komin til antin at forða løgmanni at gerast persónligur við hondfasta nýggjársborðið, ella at lata hann sleppa at anda frítt við egnum persónligum orðum og tankum, sum livandi og ikki fastfryst kamera megnar at fylgja, har sum løgmaður gongur og fer, úti og ikki inni. Aktuella sjónvarpaða versjónin dróg á eitt so skeivt borð, at hon oyðilegði sterku og væl skipaðu útvarpsrøðuna. Ein triðja leið er eisini at nokta sjónvarpinum atgongd til løgmansborðið við hetta høvið, og bara loyva útvarpsmikrofonini at bylgja tey gyltu løgmansorðini inn í hvørja stovu. Í ár skjeyt sjónvarpið orðini niður. Og tað eru tey ov góð til, orðini í nýggjársrøðuni hjá Javnaðaraksel. Alt ov góð. Tríggir filmar um Holocaust Nám hevur gjørt tríggjar stuttfilmar um Holocaust , har føroyingar siga frá. Kendi Útvarpsverturin, Petur Rouch, greiðir frá um ferð, sum hann og konan, Birgit, gjørdu til týska býin München at vitja samkynda sonin, Búa. Tað var her at nazisman fekk undirtøku og fyrsta týningarlegan, Dachau, varð tikin í brúk. Trýst á filmin og tú sært hann. Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sigur frá um tey, sum bera brek, og tí vórðu fyribeind í Nazitýsklandi undir krígnum. - Í dag kundi tað verið eg og tú, sigur Tóra í eina stuttfilminum. Trýst á filmin og tú sært hann. - Visti tú av, at føroyingar bjargaðu jødum undir seinna heimsbardaga, spyr Maigun Solmunde í eina filminum á temasíðuni um Holocaust . Trýst á filmin og tú sært hann. Við einum skjalprógvaðum dømi, greiðir Maigun frá, hvussu føroyingar í Danmark hjálptu jødum at flýggja undan nazistunum undir krígnum. Árni Øregaard, margmiðlasmiður, hevur filmað, klipt og sett saman. So switcha vit til Danmarks Radio Hugh MacLeod Gaping Void Einaferð hildu vit øll, at tað var órímiligt at krevja av framfýsnum handilsmonnum, sum vælsignaðu okkum við samhaldsfestari forbrúkarismu, at krevja, at teirra lýsingar skuldu verða á føroyskum.  Tað fór at kosta umseting, prenting, útbreiðslu og alt annað, sum vit vistu, fór ikki at bera til.  Og hví skuldi eitt lýsingamál uppdyrkast á føroyskum? Forbrúkarisma og alt handilsligt kræddarlyndi er jú útliskt, allarhelst danskt, komið higar við ivasamum sálum eftir kríggið.  Lukkutíð vóru visionérir og ábyrgdarfullir politikarar, ið elvdu til at vit í 2008 fingu eina marknaðarføringslóg - á føroyskum.  Í grein 7 stykki a í marknaðarføringslógini er ásett, at lýsingar og lýsingatilfar skal vera á føroyskum. Sjálvandi treytað av, at tilfarið ikki er ætlað marsmonnum og -kvinnum. Tá er málið eitt annað enn føroyskt.  Í dag er lógin ein blómandi vinna og hevur gróðursett eitt ríkt lýsingamál - á føroyskum.  Men so er tað tvørsøgnin, sum opinberaði seg í morgun. Í 1957, tá transistorurin var nýggjur, og øll, eisini hin sosiologiskt nýdefineraði ungdómsbólkurin, sum gekk undan í allari forbrúkarismu, lurtaðu eftir mobilum radio, eisini til arbeiðis, har arbeiðaraungdómur verður ítalusettur, tá funnu føroyingar uppá at gera útvarp.  Søguliga støðið varð føroyskt og hevur verið tað fram móti okkara døgum.  So hendi tann broyting, at avvarðandi myndugleikar, kanska var tað Mentamálaráðið í upphavsrættindaligum tankum, ásetti, at nú bar ikki til at víðarisenda danskt sjónvarp frá Danmarks Radio í Føroyum.  Avleiðingin varð, at nú switchaði føroyska almannasjónvarpið til norska sjónvarpið, so vit nú kundu hoyra um Heidi og fjallaabban og annað hugnatilfar av garðyrkisslagnum á norskum í staðin.  Í útvarpspartinum hjá almannavarpinum hava vit nú aftur upplestur úr donskum miðlum um morgunin, og verða av tveimum morgunvertum staðiliga mint á føðingardagar hjá donskum persónum, sum eingin visti av vóru til, donsku persónarnir. Tjóðarbyggjandi er tað so ikki longur, heiðurskrýnda Útvarpið. Nú kom so púra óvæntað ein hending á okkum, sum eru tíðindanarkomanar og eru bundin av tíðindafloymi frá morgni til myrkurs á øllum rásum úr øllum herðashornum.  Senatsbygningurin í nýggja heiminum varð álopin, nú sitandi forsetin skal viðurkenna, at hava tapt, og tí leggja frá sær um tvær vikur.  Men saman við white supremacists, sum bæði politikarar og journalistar søgdu úr Washington í beinleiðis sending á BBC í nátt, vil sitandi forsetin ikki viðurkenna tapið.  Hann hevur sum aldri áður eydnast at eyðmerkja white supremacy og gera tey, the white trash, til ein maktfaktor í heimsins higartil sterkasta og frælsasta undangongulandi, tí landi eg elski at ferðast í. Og tá tú ítalusetur fólk, ið einki hava at missa, tí tey einki eiga, og gevur teimum ein pall, ið er ímyndin av makt, tá er vandin ikki bara á ferð, men er málaður upp á veggin, vandin.  Og meir enn so hendir tað, at fyrimyndarliga vitug fólk úr hesum undangongulandi, kemur higar og knýtir føroysk vinabond. Hjá hesum aldrandi fólkum er Facebook heilaga almennið. Tað er har tey skriva.  Í gjárkvøldið skrivaðu hesir amerikansku føroyavinir, at tey øtaðust um støðuna, ið minti um, tá teirra fedrar og møður upplivdu og fortaldu um Pearl Harbour, og tá tey sjálvi upplivdu Nine Eleven. So skakandi vóru hendingarnar í teirra eygum í gjár. Men hvat ger mítt javngamla Útvarp?  Tey skifta til Danmarks Radio heilt inntil ein fólkatingslimur kann koma inn í myndina og samanhangandi skilagott siga okkum, hvat fór fram í Washington í gjár.  Sig mær, hvat hendir á tíðindaredaktiónini í Útvarpinum? Eftir siti eg við einfalda spurninginum:  Kann marknaðarføringslógin frá 2008 viðkast til eisini at fevna um Útvarpið? Anyone? Góður betri bestur Einki er sum ein góður filmur. Men uppaftur betri eru fleiri góðir filmar á rað. Tað er best. Nú er mikudagsskráin í Filmsfelagnum aftur dagførd við tí mesta áhugaverda á biografmarknaðin beint nú. Tað sigur profilurin á Facebook og heimasíðan hjá Havnar Bio . Her eru besta gospelkonsertin nakrantíð (hon er 48 ára gomul), lívið hjá kendasta danska krígsfotografinum á hermótinum og heima við master class í Filmshúsinum, suðurkoreanski Oscarfavoritturin Parasite um æviga stættarsamfelagið, norski Disco, sum við vakra ungdómsleiðaranum førir okkum inn í eina fríkirkjumeinigheit, franskt portrett av eini kvinnu í flammum í Bretagne í 1760, eysturríkski militernoktarin Franz Jägerstätter, sum 36 ára gamal varð tikin av døgum í 1943, tí hann ikki vildi drepa fyri Hitler, men heldur vildi liva eitt stillislig lív, tað slapp hann ikki, um kvinnuliga læknan Amani, sum arbeiðir undir jørð í krígsherjaða Sýra - og at enda danska Krúttunnan , sum varð heimsókt av yvirgangsmanninum Omar stutt eftir hendingarnar á redaktiónini hjá Charlie Hebdo í Fraklandi. Tað tekur líkasum samanum filmsúrvalið beint nú. Hvar er at ferðast tá eingin ferðast? Havi ikki ferðast síðan eg kom heim við Atlantsflogi úr París í mars í fjør. Tá hevði eg fotograferað studentauppreistur, ið er eitt automatiserað franskt fyribrigdi síðan 68, eitt alvápnað løgreglulið, ið fylgir teimum sum Gøg og Gokke, og so aktuellu permuna á Charlie Hebdo, sum í blaðkioskini hevði maskur til eitt hvørt politiskt høvi á permuni, og bráddliga varð eg innilæstur av einum antiterrorliðið á torginum, har eg búði á Hôtel Mercure Paris La Sorbonne Saint-Germain-des-Prés. Tók eina rúgvu av myndum og skrivaði ein eins langan tekst og hotellnavnið um at basa býarsmittuni, so andast kundi frítt, sum tvítýðuga franska pressan, ið hevur eina drúgva hjálandasøgu og eitt bládjúpt stættarsamfelag, skrivaði um. Eg strikaði bæði orð og myndir, tá eg skilti, hvussu hysterisk heimafólk vóru um tey, sum komu uttan úr heimi, og hugsaðu alt inn í ein koronakontekst, tey óferðaðu og heimasitandi. Alt lat seg aftur og snørdi seg saman um seg sjálvan og sítt egna beint her og nú. Koronastøða kallað tey tað. Og hon stendur við, snørd um sín egna posa.  Hvar er at ferðast, tá eingin ferðast? Tímir tú at fara til søguligar mentabýir við miðjarðarhavskum tronggøtum í munnbindi og verða møttur av óttafullum fólki, sum anda inn og sláa kross fyri seg, um tú yvirhøvur møtir nøkrum?  At ferðast er at møta fólki og uppliva ósæddar mentanir. At renna seg á kav í einum dýpi, tú ikki visti var til. Koronakoksið hevur forkomið tí øllum. Ikki er tað løgið, at tey, sum liva ytst í øllum mentanum, taka frástøðu og kenna seg sum litføgru papageykarnir, ið vórðu sleptir inn í undirjørðisku fyrndarnámini at vita, um andast kundi í grivnu holunum, nú rópa varskó um ivasom motiv av pekunierum makgyrndarsløgum, sum vilja einsrættað menniskjuna og geva henni ein húðarlit, eina trúgv og eina mentan. Kanska er tað ikki ein ókomin fasistastátur, men medisinídnaðurin, sum við klassiskum mentanøvnum, vit lærdu í latíni, ið stendur aftanfyri alt. Seinasta stjørnuleysa tragedian frá Seneca.  Okkara vápn móti øllum samansvørjingum, upphugsaðar ella ikki, er at ferðast. At ferðast er at andøva móti øllum heimføðiskapi. Ein persónlig mótvekt móti tí ódefinerliga, sum í síni natúru er menniskjafjendskt, tí tað byrgir okkum inni í ræðumyndum. Tað ger korona. Byrgir okkum inni. Datt fram á nakrar bøkur, eg einaferð fekk frá forlagnum Harper Collins í Glasgow. Amazing Places og Abandonded Places. Hugvekjandi ferðabøkur at leggja á borðið uttan at flyta seg úr sofuni. Afturvið kaffi og útsýninum oman á kampingplássið, kanst tú síggja Føroyar sum eitt amazing pláss á síðu 213 millum Kina og Seyskelloyggjar. Vit eru til, hóast onnur fylla meir. Fyrstu ferðaupplivingar eg minnist av hesum slag, at blaða upp í eini kortabók við sofaborðið og droyma seg burtur í onnur lond, var Lademanns Rejseatlas, sum bókaklubbin Union sendi til nógvar føroyingar í 1972. Tá eg í dag blaði upp í bókini, sum er gjørd úr kortum frá Kümmerly & Frey í Bern, dettur ein ferðaætlan við England hjá DFDS frá 1992 úr danska atlasinum, sum er losnað nakað í rygginum. Týsk pedantisk pertenligheit er fín, tá umræður ferðakort. Tí eiga tey eisini heimsins besta atlas, Diercke hjá Westermann, sum føroyingar kunnu sleppa at týða, um teir leggja tríggjar milliónir á borðið. Bara soleiðis at forhandla út frá. Soleiðis er í verðini. Lítið er og verður bara smátt, burtursæð frá, tá tey stóru koma higar at svala sær á, og hava eina trophytravel, eina trofé ferð, sum eingin í golfklubbanum visti um, í kuffertinum heimaftur. Týska tíðarritið mare er hitt vakrasta í verðini, sum eg kenni hana, tíðarritsverðina. Gott í innihaldi, men so avbera vakurt í sniði og second to none í uppáfinningarheit. Tey hava eisini eitt bókaforlag, mare, sum hevur funnið uppá at fáa Lucien Deprijck úr Köln at skriva um at stranda á átjan oyggjum. Og tað hevur einki við Føroyar at gera, men er bara útferðarhugur. Tólvta kapituloyggin byrjar soleiðis: Ein onnur bók frá sama týska forlagi er um Arktis og antitesuna hinumegin á globussinum. Har sæst, at eins og Sibir, eru vit klárt og greitt innanfyri arktiska markið. Og kappin Hatteras eisini. Men vilt tú ordiliga renna teg á kav í einum norðuratlantiskum høvuðsstaði, so er at flyta inn í biografin og vælpolstraður at síggja 111 Góðir Dagar, sum er nýggi filmurin hjá Trygva Danielsen. Hann lýsir ævigu Havnina og er ein verdigur arvtakari hjá kaleidoskopiska Atlantic Rhapsody frá 1989. Tá kemur verðin til tín í visiónum, sum tú ikki hevur sæð fyrr. Mitt í Havn. Kristin filmur sterkur í Føroyum: I Still Believe um Jeremy Camp í biografinum Undir heitinum “I Still Believe” verður ein spildurnýggjur filmur um lívið hjá 42 ára gamla kristna sangaranum Jeremy Camp, sum sang á Fjarðafestivalinum í 2009, sýndur í Havnar Bio hósdagin. Filmurin byggir á bók, ið Jeremy sjálvur hevur skrivað, um tá Melissa, sum hann nýliga varð giftur við, doyði av krabba, bara 21 ára gomul í 2001. Tá var Jeremy 23 ára gamal. Heitið á nýggja biograffilminum “I Still Believe” er frá kenda sanginum, sum Jeremy skrivaði um hesa hendingina. Sangurin frá 2003, er fyrsti sangur, sum hann sjálvur skrivaði. Í dag hevur Jermey Camp vunnið eina ørgrynnu av virðislønum fyri hópin av góðum sangum. Seinni giftist hann við suðurafrikansku sangarinnuni Adie Liesching. Tað eru brøðurnir Andrew og John Erwin, ið hava leikstjórnað biograffilmin “I Still Believe” . Teir eru úr Alabama og reka filmsframleiðslufelagið Kingdom Story Company, sum saman við Lionsgate ger kristnan spælifilm til biograf og sjónvarp. Kristin filmur sterkur í Føroyum Amerikanska filmspressan sigur, at ein sonn bylgja av kristnum filmi, sum fær alt størri marknaðarpart, hevur tikið seg upp. Av 25 kristnum amerikansku biografilmunum er “I Still Believe” hin fyrsti í Imax formati. Tí hevur Nordisk Film sett hann á skránna herheima, hóast Havnar Bio fleiri ferðir fyrr hevur víst kristnan amerikanskan film beinleiðis frá framleiðarunum og uttan danskan undirtekst. Nógv hava vitjað hesar sýningar. Jeremy Camp kom fram í 2000. Hann hevur givið út ellivu plátur og tvær konsertupptøkur, allar metsøluplátur. Umframt heitissangin, er hann millum føroyskar áhoyrarar kendur við sangum sum “Dead Man Walking” og “Breath”. Í spildurnýggja filminum “I Still Believe” hevur K.J. Apa leiklutin sum Jeremy Camp. Hann bleiv kendur í røðini “Riverdale”. Saman við hon er Britt Robertson í leiklutinum sum Melissa. Hon er kend frá “Tomorrowland”. Hóast greitt syrgiligur, er hann eisini lívsjáttandi romantiskur, og hevur verið borin saman við filmar sum “Love Story” frá 1970 og “The Fault in our Stars” frá 2014. Kristni filmurin um truplu tíðina hjá Jeremy og Melissu varir tveir tímar. Atgongumerkjasølan til romantiska kristna tannáringafilmin “I Still Believe” er byrjað í biografinum og á netinum. At flúgva undir radaranum fyri at gera størstan skaða Carla Sands tosar við Norðlýsið Tá sitandi amerikanski forsetin kom til, var ein av fyrstu uppgávunum at vera borðstjóri fyri pressuni, sum skuldi hava árliga døgurðan. Heldur enn at møta svongu amerikansku pressuni, fór Trump úr høvuðsstaðnum og setti seg at tvittra við hundrað og fjøruti teknum. Ikki við pressuna, men við tvitrum til grundsubstansin í tjóðini, fólkið, “we the people”, sum júst hevði tikið hann í eið. Tá helt eg tað vera eitt bæði stuttligt og fólksliga sniðfundugt átak at avmontera pressuna við eini simplari fartelefon, seta hana, pressuna, á eitt sjálvforherligandi síðuspor á einum døgurðaborði, og so spæla uttanbíggjarpressa og fólkslig tíðindastova alt í einum, til eg kom eftir, at hesi hundrað og fjøruti tvitritekn vóru samlaða orðfeingið og loftið fyri øllum teim retorisku snildum, sum sitandi forseti – remember he is a real estate agent – hevði. Samstundis kom eg eftir, at meira skal ikki til at fáa innara svínhundin á tal, í hvussu er hjá hvíta byrsuafturhaldinum, sum í okkara terminologi er trúgvandi og av onkrari orsøk, sum ikki kann lesast um í Bíbliuni, ger alt fyri at flyta okkum aftur í kalda kríggið, sum ikki varð kaldari enn so, at alt, ið sambært McCarthy ikki tænti tjóðini, varð brent á fyrisitingarligum báli og lýst í bann sum í miðøld, hóast hetta fór fram í Nýggja Heiminum, The Land of the Free, miðskeiðis í farnu øld, beint áðrenn Elvis.  Henda snildisliga atferð at flúgva undir radaranum fyri at gera mest møguliga skaða, er hin sama nú amerikanski sendiharrin í einum grannalandi, tey rópa Dammark, er komin higar í koloniina uttan innbjóðing sambært Heðini og Høgna í uttanlandsnevndini, at vitja næststørsta býin, næststørsta útvarpið og ein kirkju, sum eg á Facebook síggi er Betesda og ikki fólkakirkjan. Alt tað etableraða verður bypassað. Koyrt, siglt og flogið verður uttan um tað etableraða í høvuðsstaðnum. Bara fyri at ítaluseta tað forsmádda, sum javnan savnast at syngja um, at einki er sum maktin í teim samanløgdu hondum, foldaðum sum í bøn. At gnadda upp at valdinum, tað er taktikkurin hjá Trump og hansara fylgisveinum, og so at rýma og skriva seg út úr øllum ábyrgdarfelagsskapi, passar tað ikki til løtuna hjá lúnuta forsetanum, The Real Estate Agent, fær hann ikki í stundini alt, sum er á borðinum, akkurát sum Amerika nú ger í Heimsheilsustovninum. Tey halda seg vera sett til viks øll hesi ár, og nú skal síggjast aftur, at tey eru komin til maktina, hvíta misnøgda afturhaldið í nýggja heiminum, sum ikki er sloppið til orðanna.   Sami retorikkur hevur upp í saman verið hoyrdur her heima. Tað skal síggjast aftur at vit eru komin til valdið. Og sami hugburður og forsmádda persónfikseraða makt ikki bara hómast men rungar og ekkóar millum fjalla norðan úr Klaksvík, nú Menniskjaflokkurin kunnger at í Havn skulu Bústaðir ikki fáa eina takrennu til jørðina, men bara í Kalsoynni, har eingin vil búgva.  Hvar kemur hetta Havnarhatur úr Klaksvík frá? Og hví er so lætt at fáa Klaksvíkina á tal hjá einum fremmandum gesti, sum í samrøðu við Norðlýsið, ikki bara ávarar um, at hann er A Real Estate Agent, men eisini ávarar um russiskar spiónir umborð á ísbrótarum í Arktis í dag, kriminell úr Meksiko og kommunistar úr Kina?  Verða klaksvíkingar úr Betesda brúktir sum lopfjøl hjá krígssinnaðum amerikanarum at sleppa inn í tann partin av globusinum, sum Føroyar hvørki so ella so eru partar av, men sum danskt stýrda heimssamfelagið í Føroyum nú kallar Arktis og revisjonistiskt sigur, at Føroyar de facto eru innlimaðar í? Er tíðin kom til at taka føroysku sunnudagsskúlasangirnar frá ísakalda krígnum fram aftur, innan teir renna út í norðanættina? Vóru tað ørindini hjá frúnni Sands, sum við sandósan har norðuri slapp at brúka okkum sum statistar, we the people? PS! Havi skilt, at frú Sands eisini var í Christianskirkjuni. Hon er vøkur, tann kirkjan. Tá tjaldrið kom... "When Tjaldur Came This Summer" er arbeiðsheitið á einum filmi, sum pólski Kuba Witek ger í Føroyum í hesum døgum. Hann er av Warszawa-leiðini í Póllandi og hevur verið í Klaksvík síðan í januar, nú hann fyri fimtu ferð vitjar her. Heitið á heimildarfilminum er frá Livari Nysted og sipar til, at í ár var eingin, ið heilsaði tjaldrinum vælkomum, tí landið varð rakt av koronasmittuni og mest sum alt varð stongt og eingin sást úti. Lidni filmurin, sum vónandi verður vístur í september, fer at byrja úti í Skúgvi við eini søgu um svartadeyða, sum Inga Tórarenni fortelur um. - Meðan filmar um koronasmittuna og koronastongsil uttan úr heimi eru depressivir og vísa á ógvusligar sosialar skeivleikar, verður føroyski filmurin um sama evni meira positivur og kanska beint fram optimistiskur, sigur Kuba Witek, meðan hann ger klárt at taka upp í Havn í dag. Hann brúkar Black Magic 4K kamera og hevur fyrr gjørt filmin "The Faroe Way", har hann tosaði við póllendingarnar Kingu Eysturland, Ewalinu Joensen og Klaudiu Borowiec, sum allar búgva í Føroyum. Vit skiftu orð um ferðavinnu, miðlar, heimsmálini hjá ST og føroyska tankan um fullveldi, sum er fjarari enn nakrantíð, nú danskir myndugleikar hava traðkað í karakter, sum er teirra fulli rættur, fyri fyrstu ferð í mínari tíð, at definera landamørk, sum í roynd og veru eru donsk, og áseta, hvør ræður, tá tú fert um landamarkið, sum ikki er so føroyskt, men er reint danskt mál, og sum eg haldi verða størsta afturstig fyri føroyska tankan um eitt framtíðar fullveldi. Tað fekk koronasmittan undan kavi og skolaði upp á turt, spyrt tú meg. Onnur fólk, sum Kuba Witek tosar við í Føroyum í sambandi við filmin eru Kristina Háfoss, Debes Christiansen, Shahin Gaini, Sveinur Tróndarson, Hans Andrias Sølvará, Livar Nysted, Hallur Joensen, Andras Sólstein, Jógvan Skorheim, Atli Suni Leo, Pætur Trónd Thomsen, Regin Jakobsen og fleiri. Filmsverkætlanina, ið hevur fingið arbeiðsheitið "When Tjaldur Came This Summer" lýsir Kuba Witek soleiðis á enskum. Vágar mest vitjunarverdar Síðan Vágatunnilin varð tikin í brúk fyri jól í 2002 eru Vágar knýttar nærri at Streymoynni og Eysturoynni. Drívmegin og attraktiónin er flogvøllurin, sum kastar nógv av sær, ikki bara til oynna, men til alt landið. Hetta er vegurin út í heim, skalt tú flúgva, og hinvegin er tað her, at tú tekur ímóti fólki, ein veruleiki, sum síðan kríggið, tá flogvøllurin varð grundlagdur, hevur kastað nógv av sær í Vágum og ivaleyst skapt eitt lokalt tænastusinni at hýsa fólki, sum skal liggja nátt, fáa at eta og síggja náttúruna. Hetta eru grundsteinarnir í ferðavinnu og einki er at taka seg aftur í, at Vágar hava gingið undan. Tá so Norðoyatunnilin kom til í apríl 2006 varð landfast heilt úr Gásadali til Viðareiðis. Ella sum Tunnilsfelagið sigur á heimasíðuni undir yvirskriftini "Vit knýta føroyingar saman": Undirsjóvartunlarnir hava gjørt Føroyar størri. Við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum eru 87 prosent av føroyingum knýttir saman í eitt veganet. Tað hevur verið eitt stórt framstig fyri føroyska samfelagið sum heild - vinnuliga, mentanarliga og ikki minst fólksliga. Ikki er vist at framtíðartunnlarnir fara at bera eins stór framstig við sær og hesir báðir, ið greitt hava knýtt landið tættari saman og skapt ein nýggjan mobilitet - at tú nú kanst búgva, arbeiða og uppliva eftir øllum hesum veganeti. Higartil hava framtíðartunnlarnir ikki verið sannførandi í somáta, hin nýggjasta ætlanin ein marrudreymur, tí drívmegin er heimrustin og lokalpatriotisma, altíð í andsøgn við høvuðsstaðarøkið, hvørs søk eingin talar, hóast flestu vilja búgva har. Ja, og so kremmaralyndið. Onkur skal betala fyri ta vandamiklu verkfrøði, sum ótamd sleppur at liva úti um landið, tí bygdafólk á tingi vilja tað so. Í hesi vandatíð ganga Vágar støðugt undan. Fyrst við Gásadalsgarði, síðan við Fiskastykkinum í Sandavági og nú við Pakkhúsinum í Bø. Kafé Fjørðoy í Sørvági eigi eg enn til góðar at royna. Útsýnið av loftinum í Pakkhúsinum í Bø er framúr, sandurin innbjóðandi og atløgubryggjan ein uppliving, sum fær stórbýarfólkið at fara niður í gir og stressa av. Her er friðsælt og innanveggja andar alt av autentisiteti og persónligari søgu, tá Helga Nordendal tekur í móti og greiðir frá við borðini, hvussu pápin setti pakkhúsið í stand. Hon er uppkalað eftir ommuni, Helgu Jacobsen, sum varð gift Guttesen. Tað sæst í broderaða navnamerkinum, HJ, peikar Helga á.  Júst tílíkar søgur gera vitjanina til meir enn eina veiting. Tú upplivir húsið, sæð gjøgnum eyguni og tankarnar hjá einum avvarandi, so at siga. Einum livandi menniskja, sum gongur upp í virksemið við lív og sál. - Og so var orsøkin arbeiðsloysi, sum kom av koronasmittuni, tá samfelagið mest sum steðgaði upp, og eg noyddist at gera okkurt í summar, til eg aftur byrji á Hafnia í Havn, sigur Helga. Her eru nógv fólk, sum frammanundan hava bílagt sunnudagsdøgurða. Uppi á loftinum bíleggi eg fiskasúpan, sum er mild við fersku, og ein føroyskan borðisk, sum er turr grind, spik og epli. Konventionelt og akkurát, sum eg væntaði tað, trygt og gott. Niðriundir sæst at Pakkhúsið er frá 1861. Hetta er fyrsti handil á vestaru síðu á Vágoynni, eftir at kongalig einahandilin varð lagdur niður. Og eg eri ikki ósamdur, tá eg lesi á Facebookvanganum hjá Pakkhúsinum, at hetta er "ein søguligur bygningur í Føroya vakrasta umhvørvi, ið gevur framúr karmar fyri hugnaligari samveru til eitt og hvørt høvi." Umframt matstovu í summar, verður Pakkhúsið eisini bjóðað fram sum karmur um skeið restina av árinum, og so fáast eisini garvaði seyðaskinn. Nú summarið er komið, eisini við ferðafólki á kampingplássinum í Havn, er upplagt at ferðast í egnum landi. Ivasomu søgurnar um koronaeftirlitið, og hvør skal vinna brúkarpeningin av tí, har eisini politikarar á tingi eru millum kremmararnar, hava sannført meg um, at eg fari ikki av landinum í bræði. Í hesum melduri av fyriskipaðum kremmaravirksemi, eiga vit øll at stuðla ferðavinnuaktørum við at ferðast í egnum landi og njóta tað tænastu, tey har bjóða. Higartil eru Vágar í oddinum sum tær mest vitjunarverdu hjá okkum, sum búgva í miðstaðarøkinum. Nei, lívið er ikki ov stutt til franskan film Sunnudagin var bastilludagur, fjúrtandi juli, la fête nationale de France , tjóðardagur í Fraklandi. Tað fekk meg at leita fram eina lítla danska sitatbók um film frá 1985 við absurda heitinum Livet er for kort til franske film . Um sama mundi komu fleiri bøkur av hesum lættsodnandi lættisoppaslag, sum segðist vera gott av hava við sær sum skeinisopp á vesinum hjá Ekstrablaðnum og har um leiðir, tí nú vann nýggja sjangaran lokumslitteraturur fram. Ikki dugi eg at siga, um orðafellið at lívið skal vera ov stutt til franskan film, er til á øðrum tungumáli enn júst tí danska. Kanska hava tey tikið filmisku tilsipingina undan ønologiska víngómanum, har teir kræsnu altíð hava sagt, at lívið er ov stutt til vánaligt vín. Tað er til at skilja, ja um allan heim og ikki bara hin franska. Og fert tú hesa vikuna eitt legg inn á Býarbókasavnið í bilparkeringsgongugøtuni í Havn, ella enn betri á teirra heimasíðu, sum er púra bilparkeringsfrí, so finnur tú franskan film í longum strípum á Filmstriben . Har er eitt gullnám av fronskum filmi, søguligum og nýggjum. Tað vóru jú fronsku Lumière brøðurnir, sum í 1895 skaptu filmin, sum vit kenna hann í biografi í dag. Og óneyðugt er at siga, at hyggur tú eftir fleiri fronskum filmum, so fært tú eisini innlit í ein brotpart av fronsku tunguni, og ikki bara teirri ensku, ið er mest sum einaráðandi á handilsliga filmsarknaðnum hvar tú so fert í biograf. Býarbókasavnið sigur, at á Filmstriben er eitt úrval av góðum filmum, bæði nýggjum og klassiskum, sum kunnu stroymast beinleiðis til teldu ella sjónvarp. Lánitíðin fyri hvønn filmin er 24 tímar. Tá ið lánitíðin er farin, ber til at læna fleiri filmar, tó í mesta lagi 6 filmar um mánaðin fyri hvønn lánara. Øll, sum eru skrásett sum lánarar á Býarbókasavninum, kunnu nýta Filmstriben. Og skal eg vísa á ein franskan filmsleikstjóra, sum eg kenni gjøgnum Filmsfelagið, so er tað François Ozon (f.1967), ið eins og týski lagsbróðurin Rainer Werner Fassbinder (1945-1982) altíð er í gongd at finna nýggj evni at snara og spinna ein film úr og um. Meðan keypstænastan Netflix ikki hevur nakran film hjá franska meistaranum Ozon, hevur ókeypis tænastan Filmstriben ellivu filmar hjá Ozon. Eg vil heita á øll, við áhuga fyri ikki bara fronskum, men fyri filmslist yvirhøvur, at kunna seg við Ozon. Til ber at seta hol á Ozon við tí stillført skaldsliga svart hvíta meistaraverkinum Frantz (2016), sum fer fram í franskt týska marknaðarlandinum eftir fyrra verðaldarbardaga. Er orka til meir vil eg mæla til nútíðarliga hardcore filmin Dobbelt begær (L'amant double, 2017). Er hugurin til ein film av fittara fólkakomediuslagnum í feriuni, so er at velja Trofæfruen (La Potiche 2010). Nei, summarlívið er ikki ov stutt til franskan film. Tvørturímóti! Hásummar Nú er hásummar. Hvørki sýnið ella sólin gera av, nær hásummar er, men heldur nær kampingplássið yviri við Strond í Havn er fult ella ikki. Tað er ýtið, sum útróðarmenn søgdu fyrr, ella Benchmark og Vergleichstest, sum vinnulívið og týskarar siga í dag. Í gjárkvøldið um midnáttarleitið kom Norrøna á Havnina og alt varð fylt upp, bilar og kampingvognar í øllum líki. Fyri endanum longst burturi hava nakrir longu í farnu viku stúvað seg saman, helst fyri at halda ólavsøku, so tætt, festligt og minniligt, sum til ber í ár. Biskupsgalvur Ert tú í Klaksvík, so er mest ikoniska myndin hon av Kunoyargalvi. Ein ímynd, sum brennir seg á innara eygað og alt lívið verður ímyndin av Klaksvík, vágni og fjøllunum, sum aftur eru vernd og armar um tað virksemi og ta búseting, sum her er. Men sum sæst omanfyri, er ikki soleiðis longur, her eg standi, innast í nýggju miðbýarætlanini. Um dagarnar varnaðist eg til mína stóru gleði, at eftir nógv órudd, er býlingurin Biskupstorg veruliga vorðin inngongdin til eitt harmoniskt og væleydnað hjarta, sum tekur seg væl út og lættliga slepst til av Biskupsstøðgøtu inn millum Føroya Tele og Betesda, inn á Tingstøðina, sum gøtan eitir, og enda úti á Biskupsstøð.  Tá ert tú mitt inn í nýggju miðbýarætlanini, sum fyri almenninginum leingi hevur verið skitsað úr Klaksvík, har ídni og framtak mynda fyritaksama ágrýtnið, ikki bara fyri tað góða, langt í frá, tí so nógvir kassar og hugsanir um enn størri kassar vilja fylla hesa lagaligu kullu innast í virknu víkini, sum kann fyllast, ja heilt til hon braddliga er burtur, víkin. Ósbjørn Jacobsen úr Syðrugøtu hevur teknað íbúðarbygningin, sum á Biskupstorgi knýtir óruddiligu álirnar í botninum á víkini saman í eina organiska og harmoniska eind, sum skapar livd undir fjálgu fjøllunum. Hesar tretivu íðúðirnar í fýra hæddum, sum Bústaðir umsita, eru fyrsti partur í samlaðu miðbýarætlanini.  Klaksvík, har eg eri føddur og gekk í fyrsta flokki, havi eg altíð betraktað sum eina langa ál av búsetingum í løgum, alt eftir hvat pláss var til og hvussu ráðini vórðu at byggja millum fabrikkirnar og almennu bygningarnar, kassar í ymsum støddum og skapum til endamálið, sum beint tá var fyri neyðini og síðan stóð tómt. So longdist álin kring víkina, á sólsíðuni og hinari, sum tey siga. Tá bygt verður soleiðis, er ilt at fáa eyga á ein fysiskan kjarna, sum gjøgnum søguna kann definera ein miðbý og savningarstað til fjøltáttað uttanduravirksemi, handilslív, trivna og bústaðarmøguleikar, sum tænir einum innbjóðandi endamáli. Tí er hetta púra nýtt í mínum eygum. Bravo! Veghæddin, sum er glasfasadan, ið skal bera vakra bygningin, er ætlað handlum og matstovu. Innast síggi eg skelti hjá 2U á Kósini, og greið tekin eru um, at kafé Fríða eisini fer at hava virksemi her. Men so møti eg fyrrverandi borgarstjóranum, Steinbirni, sum hóast framúr vælnøgdur við íbúðina ovast upp við tí fagrasta útsýni yvir býin, ilskast inn á steinsetta túnið, sum illa kann gangast á, tí allir steinarnir eru brotnir. Men allar ringastur er betongkassin fyri endanum, sum fulkomuliga fer at forða fyri øllum útsýni yvir vágna og Galvin. Hatta líkist altso púra ongum, at byggja ein transformator, tí tað skilji eg at kassin er, og slettis ikki ein arbeiðskonteynari at fáa sær kaffi í, meðan borðað, sprongt og bumbað verður enn meir í Klaksvíksgrundina her inni á botni í víkini.  Ein havnarmaður, sum býr í Klaksvík, heldur fyri, at tað er bara at mála eitt sindur av grafitti á transformatorin.  Vit skifta orð um, hvørt hetta er ein transformatorur, sum spreingist upp eftir, um hann kortsluttar, og kanska tí er settur beint á vegin frammanfyri íbúðarbygninginum og ikki lagdur undir jørð. Kanska kann hann bresta allan bygningin í luftina, sigur havnarmaðurin, helst eitt sindur ertandi. Hvussu er og ikki. Hesin bunkari, ið orðabókin kallar bumbuskýli, lívgar ikki ta estetisku fragd eg kendi, tá eg kom inn higar. Betongbunkarin tekur lívið av allari byggilist innast í vikini í Klaksvík. Og tað er nokkso væl klárað av einum avmáldum kassa sum hesum. Men soleiðis er við fagurfrøðini. Tað eru tey heilt lítlu inntrivini, ið avmontera alt ta fagurfrøðiliga, sum bygt er upp. Djevulin er í detaljuni, sum arkitekturin segði. Og tað er bæði gott og ilt, hóast greitt tað seinna í hesum føri.  Vónandi fara avvarðandi myndugleikar at seta transformatorkassan úr stalinistiskum sovjettbetongi undir jørð ella aðra staðni, so hann ikki tekur Kunoyragalv frá Biskupstorgi og skapar ein nýggjan lítið bæriligan Biskupsgalv. Heimaferð í Havnardali Eitt gott uppskot fyri føroyskt heiti á enska staycation er heimaferð , sum Jákup Sørensen skeyt upp í morgun. Havnardalur hevur altíð verið útfluktsstaður , sum tey siga um eina hugsaða heimaferð í Havn. Nú eru gøtur gjørdar og trø eru sett niður, so her er lagamanni at ganga og sóla sær, treytað av at sólin kemur fram. Her er friðarligt, men nøkur fólk ganga gøturnar, meðan ross, gæs og skurðapisur hoyrast dygst við. Ein havnarmaður, vit møta, sigur fra, at hann plagar at ganga í hálvan annan tíma frá portrinum her í Viðarlundini í Havnardali, niðan til byrgingina í gamla vatnbrunninum, har kommunala brennistøðin og bilakirkjugarðurin einaferð vóru, og so niðan brekkuna móti Bøllureyni, oman eftir Rossagøtuni og at enda út í Havnardal aftur. Her er friðsælt, og í langa tíð hava nakrir kampingvognar staðið her fyri teym. Nú eru tveir eftir, helst eru hinir farnir á festival og ikki komnir aftur enn. Men útsýnið í fagra Havnardali fær meg at hugsa, at her er ein løtt kommunal bústaðarloysn í trongum tíðum. Ein kampingvognabygd, sum ikki er petti ólík konteynarabygdum, ella trailer park homes, sum vit kenna frá skemtiligum filmsrøðum sum Trailer Park Boys í Nova Scotia. Ein løtt loysn, sum kommunan burdi arbeitt við, nú tørvurin er har og økið er klárt til endamálið. Men innan vit koma til trailer park homes í Havnardali fara vit at vassa í ánni, sum ber navnið Sandá heilt oman í Sandágerði. Olaf leggur steinar í Sandá og roynir at lyfta størri og størri steinum. Hetta var hin størsti. Maðkapirrurnar síggjast kvika sær avstað við tann spentarál. Her er fantastiskt, bara eitt steinkast úr miðbýnum. Staycation ella heimaferð púra fyri teg sjálvan og av teim fremstu ferðamálunum í høvuðsstaðnum. Á heimleiðini av heimaferðini úr Havnardali sæst ferðamannaskipið Seven Seas Navigator hjá Regent, sum tekur 490 fólk, er bygt í 1999 og umbygt í 2016. Fremst fyri er trillibørin hjá Tórshavnar Havn. Her í krókinum á vestaru bryggju eru sjáldsama nógv litføgur skip at síggja í dag. Her síggjast bláa Katrin Jóhanna úr Miðvági og reyði Esvagt Contender úr Esbjerg. - Nú er tann lagaliga løtan at enda komin! - Her verður søgan søgd um eitt ógvuliga týðandi skeið í okkara nýggju vinnusøgu, sum fulkomuliga hevur broytt okkara samfelag, og útlitini fyri framtíðar menning, segði Líggjas í Bø, tá bókin "Av føroyskum firðum út í stóru verð" varð løgd fram á Bakka í gjár. Eftir at hava ynskt høvundunum til lukku við bókini, helt Líggjas í Bø hesa kveiktu røðu undir yvirskriftini: Hugburðurin til nýggjar vinnur Ídnaðargerðin av samfelagnum í farnu øld hevði við sær, at nógv fólk fluttu av bygdunum til stórplássini. Hetta merkti, at stórur partur av fólkinum á størru plássunum, høvdu sínar røtur í bygdunum, sum avfólkaðust meira og meira. Hesi fyrrverandi bygdafólk harmaðust um hesa gongdina. Ivaleyst hevur hugsjónin um bygdamenning sín uppruna í hesum fyribrigdi, og bygdamenning  fekk stóra undirtøku í 60- og 70-árunum. Ein avleiðing av hesum var herrópið “Flakavirki á hvørjum tanga.” Og tá ið so prátið um laksaaling í Føroyum tók seg upp, gjørdi sama grundhugsan seg galdandi, um alarar sum eitt slag av traðarmonnum á føroysku firðunum. Tá ið stóra alikreppan kom, mátti ásannast, at hugnaligi dreymurin  um ali-traðarmenn, ikki hevði hald í veruleikanum - ja var beinleiðis skaðiligur. Egnar royndir  Tá ið prátið um laksaaling í Føroyum tók seg upp, helt eg hetta vera sera spennandi. Og saman við nøkrum øðrum klakksvíkingum var eg við til at stovna fyrstu vinnuligu alifyritøkuna í Føroyum: p/f á Strond. Forsprákari var ein ungur verkfrøðingur, sum æt Jógvan Hansen. Í fyrsta umfarið settu menn kr. 50.000 í part í sum partapening. Tað mundu vera einir 5-6 partaeigarar at byrja við, men tað komu nakrir afturat seinni. Tíverri gjørdist neyðugt at hækka partapeningin fleiri ferðir. Tað vóru fleiri, ymsastaðni í landinum, sum hugsaðu tað sama, m.a. Bakkafrost, men tað var, eftir øllum at døma, p/f á Strond, sum fekk tað fyrsta loyvið. Tað var ógvuliga spennandi. Royndirnar vóru ongar, og vitanin sera lítil. Vit høvdu samband við Dag Múller, stjóra á norska Havforskningsinstituttet, og hann skipaði fyri, at stjóri okkara slapp til Noregs at kunna seg eitt sindur um laksaaling. Men strilti gekst. Í 1982 vóru tó tikin 45 tons, sum vóru seld fyri 1,5 mill kr, t.e. góðar 30 krónur fyri kg.. Men hallið hetta árið var yvir 2 mill.! Í november árið eftir vóru 26.000 fiskar í 6 ringum - hetta var eftir at 18,000 fiskar vóru slopnir til rýmingar! Eg haldi, at vit høvdu eitt slag av vátfóðri at fóðra við. Men so kom hugskotið um at nýta vanligt fiskaslógv av Kósini. Tað fekst ókeypis og bleiv so tveitt út í ringarnar. Stjórin var sum nevnt verkfrøðingur. Hann fann so uppá at umbyggja eina vanliga betong blandimaskinu til at skræða slógvið sundur, áðrenn tað var tveitt í ringarnar. Hetta kendist sum eitt risa framstig. Tað var vónleyst at fáa raksturin at hanga saman, hóast partapeningurin varð øktur 3 ferðir. Í 1984 var eingin annar útvegur, uttan at fara í likvidasjón. Og oman á tað heila hingu nakrir av stovnarunum uppá eina stóra kausjón í Sjóvinnubankanum! Stundum verður sagt, at “av skaða verður tú klókur, men sjáldan ríkur”. Og tað kann vera nakað um tað. Eg misti í hvussu er ikki heilt mótið, tí nøkur ár seinni hevði eg hug at royna aftur. Í 1990 keyptu javnaldri og vinmaður mín, Grímur Rasmussen, Símun Pauli Konoy og eg sjálvur alifyritøkuna hjá Trygva Laksafoss, í Hvannasundi, við smoltstøð á Norðtoftum.  Vit kallaðu felagið fyri Eyst-Lax. Grímur, sum hevði verið skipari, var stjóri og eg tók mær av tí fíggjarliga. Alingin var ógvuliga nógv broytt, bara hesi fáu árini síðani Strond helt uppat. Men tað var framhaldandi nógv og strævið arbeiði. Vit royndu at spenna okkum út. Vit bygdu brunnbátin “Tjørnunes” til at flyta laksin til Klakksvíkar við, at kryvja.  Báturin varð bygdur í Fuglafirði í krepputíðini í 90-árunum, og var einasti nýbygningur, sum kom í flotan í fleiri ár. Eyst-Lax innrættaði sær kryvjivirki í hølum hjá fyrrverandi Dáva-virkinum á vestursíðini í Klakksvík . Seinni bygdi Eyst-Lax saman við Faroe Salmon eitt stórt nútímans kryvjivirki á kajini í Klakksvík, fyri meira enn 50 mill kr. Í Eyst-Lax høvdu menn eisini ein dreym um at góðska fiskin meira, og hesin dreymur varð framdur í verki: vit innrættaðu eitt porsjónsvirki, ikki ólíkt tí hjá Bakkafrost, í leigaðum hølum í Fuglafirði. Hetta varð gjørt í samstarvi við Fiskasøluna, sum tók sær av søluni. Sum tíðin leið hevði Eyst-lax eitt rættiliga spjatt og fjølbroytt virksemi, sum eisini var ónáttúrliga spennandi at fáast við. Eyst-Lax hevði, sum teir flestu, bæði góð og minni góð ár. Og mátti - eins og allar hinar alifyritøkurnar - lúta, tá ið stóra alikreppan kom, aftaná aldarskifið. Alikreppan Alt fór meira ella minni av knóranum.  Tað vóru so nógvir tættir í alingini, Allir sótu hvør í sínum lagi, hvør við sínari vitan og orku - og fingu einki gjørt. Alararnir vistu nógv um aling, bankamenninir alt um fígging, grannskoðararnir komu við sínum íkasti, og serfrøðingarnir á Heilsufrøðiligu starvsstovu vistu um lívfrøði, fiskaheilsu og sjúkufyribyrging. Her skuldi ein samskipan til. “Neyðin lærir nakna kvinnu at spinna.” Sigur eitt orðatak. Tað var júst neyðin, sum rak partarnar saman, og tað kom eitt tíðarskeið við tjaki og støðugum fundarvirksemi, har allir lærdu av hvørjum øðrum. Føroya Banki og Havsbrún áttu stóran part av alingini, og høvdu sjálvandi ein lykla leiklut í øllum tí, sum tá fór fram. Eg síggi fyri mær tað stóra fundarborðið í Føroya Banka, har allir luttakarnir sótu kvøld eftir kvøld og míktu støðuna. Og nógv virksemi var eisini umframt teir stóru felagsfundirnar. Endurreisingin Smátt um smátt hómaðist ein heildarloysn, sum allir partar kundu kennast við. Og hon er stórt sæð tann aliskipanin, sum vit hava livað við síðani. Samstarvið ímillum allar partar hevur verið fyrimyndarligt. Og neyvan hevur nakar eina betri skipan enn vit. Seinastu 15 árini hevur tað gingið støðugt framá Nýggja Bakkafrost Tíðin hjá “traðarmanna alibrúkunum” var farin, alingin skuldi skipast í størri eindir, og norðanfyri varð loysnin, at allar alifyritøkurnar vórðu lagdar saman við Bakkafrost. Men so skuldu pengar á borðið. Tað var nógvur kapitalur til í landinum, men alivinnan var komin í so ringt orð, at ongin droymdi um, at seta sínar pengar har. Eg var tá stjóri á Tjaldri, og vit høvdu nakað av tøkum peningi. Eg hevði luttikið í fyrireikingararbeiðinum og trúði veruliga uppá verkætlanina. Sum teir fyrstu buðu vit okkum til at seta 20 mill. í. Og so kom glið á. Sum ein avleiðing bleiv eg nevndarformaður í “nýggja” Bakkafrost í nøkur ár. Tað var ein góð og spennandi tíð. Tað var ein frægd at samstarva við Hans og Regin og leiðsluna annars. Eg havi bara góð minnir um hetta skeiðið. Tað var frá byrjan ætlanin at fara á keypsskálan í Oslo við felagnum og tá ið tað kom til tað, segði eg formansstarvið frá mær, tí eg metti ikki, at eg hevði teir neyðugu førleikarnar til tað uppgávuna. Rúni tók so tann leiklutin á seg - og hann hevur røkt hann aldeilis fyrimyndarliga síðani. Føroyska alivinnan - ein sólskinssøga Einhvør vinna skal hava ávísar positivar fyritreytir, fyri at kunna virka. Vit eru so hepnir, at onga aðrastaðni í heimi eru so góðar umstøður at ala laks. Betri fóður enn tað, sum vit gera honum úr rávøru úr sama øki, fæst neyvan. Vitannarstøðið hjá manningini er høgt - og tað er neyðugt. Ongar alistøðir í heiminum eru so væl útgjørdar við allari hugsanligari útgerð. Sjúku- og smittuváðin er minni enn áður, og nú hevur fyritøkan útgerð, sum ger tað møguligt at taka ovurstórar nøgdir, skuldi tað gjørst neyðugt. Bakkafrost er heimsmeistari í laksaaling! Tað er tað full semja um, og hesin heiður styrkir umdømi Føroya uttanlands. Fiskivinna og alivinna Hesar vinnurnar eru høvuðsgrundarlagið undir búskapi okkara. Tað er ikki so lætt at gera forsagnir um fiskivinnuna fram eftir. Tí fiskastovnarnir kunnu broytast nógv frá ári til árs; tí eru forsagnirnar rættiliga óvissar. Forsagnirnar um alivinnuna eru munandi meira álítandi. Kennir tú íløguætlanirnar komandi árini, kanst tú altíð rokna rættiliga neyvt, hvussu stór framleiðslan verður. Er framtíðin bjørt?                                          Tað er fyrst og fremst alivinnan, sum er upphavið til tann ótrúliga vælstandin, vit hava fingið her í landinum seinastu árini. Bakkafrost kunngerð sínar íløguætlanir fleiri ár fram í tíðina, og útrokningarnar av ætlaðu framleiðsluni. “Alt annað líka” gongur føroyski búskapurin eini ljósari framtíð á møti. Eru eingir vandar? Sjálvandi kunnu fiskasjúkur aftur gera um seg. Men vit eru nú nógv betri útgjørdir til at forða tí - ella steðga tí. Eisini hesin váðin er nógv minni enn áður. Ein høvuðsfortreyt fyri, at vit fáa sum mest burtur úr, er marknaðar atgongdin. Í hesari øldini hevur spenningurin millum heimsins lond verið lítil, og danir hava loyvt okkum at spæla eitt sindur meira “fólk í húsi” enn heimastýrislógin heimilar. Tað hevur verið tolt, at vit í ávísum førum hava ført øðrvísi uttanríkispolitikk enn teir, og á tann hátt kunnað handlað við lond, sum Danmark boycottaði. Nú veksur spenningurin millum stórveldini støðugt, og nú er tann “lagaliga løtan” at enda komin. Danir tala um at yvirtaka økið “samskifti” aftur frá føroyingum. Eitt øki, sum føroyingar yvirtóku fyri eini 70 árum síðani! Danskir ráðharrar úttala, at nú skulu vit ganga meira í takt! Tað er ein óreingiligur veruleiki, at Føroyar og Danmark hava ikki altíð somu áhugamál. Tað vita vit av royndum. Danir siga nú, at tað ber ikki til, at eitt ríki hevur fleiri støður. Annaðhvørt Danmark ella Føroyar má bakka, um áhugamálini ganga ímóti hvørjum øðrum. Hvør man tað fara at verða?? Danir látast fittir og bjóða Jenisi og grønlendska starvsbróðrinum at heilsa uppá amerikanska uttanríkisráðharran, áðrenn veruligu samráðingarnar fóru fram.                  Hetta eru alt teir beru kávalótir! Nú spenningurin í heiminum veksur, fara danir at stytta um okkara tjóður, og tað kann koma at kosta okkum dýrt. Stóra hóttanin ímóti alivinnuni og vælferð okkara yvirhøvur frameftir er sokallaði RÍKISFELAGSSKAPURIN takk fyri (Líggjas í Bø 25/7 2020) Skógarvøkstur og ljóðið av havinum Helst eru hesir báðir ferðagestir, Matthew Workman úr USA og Annabel Strange úr Skotlandi, ímyndin av móttakarunum av tí, sum Føroyar hava at bjóða ein púra vanligan gerandisdag - ljóðið, uttan av opna havinum og prátið við fólk, sum tilvildarliga ganga framvið, og hava hug at skifta orð við ferðafólkini. Upptakarin, sum báðir hava við, er ikki bara ætlaður at taka upp ljóðið uttan av havinum, men eisini prátið teirra millum, ið beint nú er um trø og skógarvøkstur í Føroyum, her einki veksur av natúrligum ávum, tí seyðurin bítur alt niður, um ikki saltrákin ella kaldi vindurin longu hava tikið lívið av gróðursettu trøunum. - Men hvar eru tey, øll tey plantaðu trøini, og hvussu úttalar tú viðarlund, spyrja teir og vilja hoyra munin á íslendskum og føroyskum, tá bókstavurin ð er við. Báðir, ið hava verið her fleiri ferðir fyrr, ætlaðu aftur í ár at verða við á G festivalinum á sandinum í Syðrugøtu, sum nú tíanverri er avlýstur, festivalurin. - Eivør er mín orsøk at vera her, sigur skotski Strange, sum er úr Hull, og skuldi havt eitt sjov við fólkadansi úr Hetlandi og Føroyum í hoyggjhúsinum.  Hann er upptikin av føroysku fríkirkjurørsluni, sum kom higar úr Skotlandi, og hvussu langa tíð William Gibson Sloan brúkti at vinna fyrstu sálir til nýggju samkomuna. - Munnu fleiri av hansara eftirkomarum enn liva í oyggjunum, spyr hann. - Jú, fleiri, vissi eg hann um. Enn sum áður er Gøta savningarstaður fyri Trónd í Gøtu og allar hansara eftirkomarar, tað verið seg fakfelagsfólk, listafólk, vinnulívsfólk og festivalfyriskiparar. - Eins og Tróndur fara tey ikki av vegnum fyri nøkrum, sigi eg honum, meðan hann vísir mær skotsk papír uppá, at hann er trans gender persónur. Meðan aldurnar rulla út og inn, sum gjørdi Otis Redding klárt at fara á pallin, koma javnaldrar úr Syðrugøtu oman at tosa. Ein summarløta, sum rykkir okkum úr tíð og stað, so vit eru aftur í skúlanum hjá Jákup lærara og Pól Enok við Gøtugjógv og í kioskini hjá Vamberg, og snýktu okkum at lesa En halv humørtime. Gøta er ein góður staður. Ikki minst at møta Matthew, sum mitt á sandinum ber okkum boð um, at tað er hásummar, og at tú skalt telja tínar dagar og ikki sova summarnáttina burtur. Síggjast!   Staycation Her er ein krukka við føroyskum kombikkum. Orsøkin er, at danska Weekendavísin, sum altíð hevur megnað at hildið fast um góða innihaldið og eins góða blaðsniðið, hevur lært meg nýggja altjóða ferðahugtakið staycation . Tað er sum hvørki tíðin ella blaðdeyðin hevur bitið á, hóast avísin leingi hevur verið á netinum og kann lesast beinanvegin, eisini sum e-avís í upprunaliga sniðinum, síðu upp og síðu niður, mest sum uttan lýsingar. Í nýggjastu útgávuni skrivar Heidi Laura, tað eru ikki tvær systrar á Hvarvinum í Havn, men ein framúr danskur journalistur, um hugtakið staycation , at verða heima í feriu, tí tú dálkar ov nógv at fara á langar flogferðir, bara fyri at gerast ein partur av ómælandi ferðafólkaídnaðinum. Men journalisturin er ikki avgjørdari enn so, at hon kann fara í dialog við seg sjálva um at halda frí og at ferðast, kanska best í toki, sum dálkar minni enn flogfarið og ikki konfronterar hana við flogræðslu og burðardyggu heimsmálini hjá ST. Ferian er byrjað og allir dagar hava higartil verið í egnum landi. Lukkutíð eru onnur, ið ikki læsa seg inni í egnum landi, men ferðast á ódyrasta hátt við telti at merkja føroysku jørðina undir sær á kampingplássinum yvir við Strond. Møtti einum tilkomnum pari úr Aabenraa, sum sunnudagin søgdu hesa søgu millum kombikkhyljarnar á Boðanesi. Tey skuldu við Norrønu um kvøldið, eins og fleiri aðrar blaðungar familjur, mest danskar, men eisini svenskar, ið berføtt hugnaðu sær á klettunum í fjøruni. Orsøkin til Boðanestúrin er abbasonurin Olaf. Tað sigur ikki so lítið um, hvussu lívsjáttandi tað er, at hava ein abbason og at passa hann, tá tørvur er. Tí tað er ikki bara pliktarbeiði, tí dagstovnarnir steingja. Tað er eisini inspiratión, sum byggir á áðurnevndu lívsjáttan, sum aftur grípur í greinina í Weekendavísini, sum lærdi meg nýyrði staycation , sum enn stendur bert og bretskt, men ikki er at taka feil av, tí tað rakar eisini nakað í tíðini, sum tá saman um kemur er tað einasta vit eiga, tíðin. Vit fangaðu kombikk í hyljunum við Boðanesgjógv og heimanfyri á Hvítasandi, beint undir tyrlupallinum. Gangandi heimeftir vegnum, ið eisini sunnudagar ber nógva og tunga ferðslu, koyra ein maður og kona sum altíð inn á trøðna at geva hønum, dunnum, gæsnum og seyðinum, beint yvir av Boðanesheiminum. So skjótt tey eru farin avstað, herja freku og svongu likkurnar á breyðið, sum er lagt fyri seyðin. Og tað er ikki við mýkindum. Nakrar likkur seta seg á ryggin á seyðinum at gera hann passivan meðan hinar fara í troðið og matstjala til uppi er. Samstarv og munadygg team building. Ágangurin er so ógvusligur, at einu løtuna er tað sum at síggja nøtrifilmin hjá Hitchcock um Fuglarnar , sum pikka alt, ið livandi er. Munurin er bara at hetta er beint undir Tórsbyrgi ein ljóslivandi sunnudag mitt í juli. Weekendavísin, sum altíð hevur verið á donsku gøtunum hóskvøld, hevur eisini krossað mínar heimligu leiðir. Eina drúgva tíð helt eg avísina, sum var best hugsandi leygardagslesnaður heima í Havn. Men eftir at ráðini ikki vóru at senda postmenn til arbeiðis henda dag at breiða út hitt góða orðið, segði eg haldið upp, tí avísin bleiv so gomul, tá leygardagurin varð lopin um. Sunnudagar hevur aldri verið ein dagur, har góða orðið verður borið út á henda hátt, úr tasku í kassa. Mest sum allar avísir, 90%, fara til haldarar og restin av Weekendavísini fer í leysasølu, sigur blaðið. Herfyri teknaði eg halda á netinum og skal viðmæla øllum at gera tað sama. Orsøkin er, at allur tekstur og vinklingar í avísini eru ein inspiratiónskelda, óansæð hvat hann snýr seg um. Kanska eisini um listina at halda motorsúkklu, sum hesar tríggjar flottu Nimbus, sum eina sunnudagsløtu standa á Skálatrøð, og skulu við Norrønu í kvøld. Men dagsins orð staycation - skal hetta bretska nýyrðið hava eina føroyska týðing? Hevur tú nakað uppskot? Ein roynd at lýsa risan í reportasjuformi - Bókin er ein roynd at lýsa hendan risan í føroyska samfelagnum í reportasjuformi, sigur Jógvan Hugo Gaardar, sum í gjár legði bókina "Av føroyskum firðum út í stóru verð" fram á Bakka, har opið hús var. Jógvan Hugo er úr Klaksvík, útbúgvin journalistur og býr í Oslo. Tað er saman við Grækarisi Djurhuus Magnussen, journalisti, at hann hevur skrivað bókina um Bakkafrost. - Sum útiseti og journalistur við bústaði í Oslo havi eg fylgt gongdini hjá føroysku alivinnuni og fiskivinnuni gjøgnum nógv ár. Serliga frá seinnu helvt av 90’unum. Úr míni eygleiðarastøðu í Oslo - langt burturfrá føroyska gerandisdegnum - so er gjørligt at fylgja við, tí eg skilji føroyskt og fylgi væl við sum eygleiðari. Samstundis hitti eg norskarar alarar, íleggjarar og greinarar, sum fylgja við í alingini í Noregi, Skottlandi, Hetlandi, Írlandi, Kanada, Kili, Føroyum - og nú eisini Íslandi. Tað er áhugavert at síggja hvussu stórur áhugin er fyri føroysku alivinnuni, sigur Jógvan Hugo. - Bakkafrost er tann størsta føroyska alifyritøkan, og saman við hinum báðum alifyritøkunum, so vísir føroysk alivinna, at vit eiga heimsins leiðandi alarar. Hetta vita nógv uttanfyri Føroyar. Tað er ikki altíð at hesin kunnleikin er at síggja í føroyska kjakinum, sigur Jógvan Hugo, tá hann legði bókina fram, og undirstrikaði, at tað var hann, ið hevði tikið endaligu avgerðina um, hvussu bókin er bygd. Fremst í bókini, undan fororðunum, skrivar forstjórin, Regin Jacobsen, at orsøkin til bókina er, at felagið rundaði tey fimmti. Hildið varð natúrligt, at ein bók skuldi skrivast um felagið og umstøðurnar hesi árini. - Valið fall á Jógvan Hugo Gardar, sum í nógv ár hevur verið ógvuliga virkin at geiða frá og lýsa sjógætisvinnuna, bæði í Føroyum og í Noregi. Rithøvundurin hevur fingið fríar teymar at skriva hetta íkastið til søguna, soleiðis sum hann hevur sæð felagið hesi seinastu árini. Jógvan Hugo Gardar helt hesa røðu, tá bókin varð løgd fram á Bakka í gjár: - Hetta hevur verið ein spennandi ætlan, og ein spennandi ferð. Eg havi lært nógv. Og saman við teimum eg havi samstarva við, so hava vit roynt at lýsa søguna hjá fyritøkuni við einar fjølbroyttari bók. Søgan um Bakkafrost er søgan um íverksetarar fleiri staðni í Føroyum; á Glyvrum, í Klaksvík, Fuglafirði, Vestmanna, Hovi og so framvegis. Tað samtakið, sum varð seymað saman eftir stóru ILA-kreppuna fyrst í hesi øldini, er ikki eitt einlitt teppi. Tvørturímóti vórðu teir, sum byrjaðu alingina í Føroyum saman við nøkrum íleggjarum og bankafólkum, tvungnir at seta seg saman og finna eina loysn. Talið á feløgum sum eru blivin ein partur av Bakkafrost-samtakinum eru nógv tíggjutals feløg. Upprunaliga vóru omanfyri 60 alifeløg í landinum. Nú eru trý, harav Bakkafrost-samtakið er tað størsta. Eitt dømi er Havsbrún, sum tá tað bleiv yvirtikið av Bakkafrost, átti í meir enn 30 feløgum. Tey fólkini, ið løgdu lunnar undir nýggja Bakkafrost eftir 2003 og til fyritøkan fór á Oslo Børs í 2010, høvdu lítið í felag. Teir komu við sínum serkunnleika frá egnum feløgum og lívsroyndum. Felags var ein dreymur og sannføring um, at tað eigur at vera møguligt at ala í Føroyum. Og teir, ið funnu saman, vóru samdir um, at skuldi lønsemi verða í, so varð neyðugt at hava sera gott samstarv, og at tað er lættast at gera í einum samtaki. Teir funnu saman og hava verið við á eini ferð, eini sera sjáldsamari ferð í føroyskum høpi, har feløg eru løgd saman við einum felags máli: At byggja upp eina trygga føroyska fyritøku í heimsflokki. Og tað hava tey megnað. Samstarvið hevur hildið fram, og tað eru somu fólk, sum hava bygt upp tað, vit mangan kalla alirisan Bakkafrost. Úr eini vinnu, sum lá í skeljasori fyrst í hesi øldini, er risin vorðin ein fyritøka, ið er størsta privata arbeiðsplássið í landinum. Og fyritøkan er eisini ein av stóru alifyritøkunum í heiminum. Bakkafrost er ein fyritøka, ið fakfólk, sum fíggjargreinarar og íleggjarar innan sjógæti, um allan heim, kenna til og fylgja við í. Tað sermerktasta við Bakkafrost er, at fyritøkan megnar at yvirliva í einari vinnu, har kappingarneytarnir eru bygdir upp í fíggjarliga nógv sterkari og fólkaríkari samfeløgum, sum til dømis í Noregi, Skotlandi, Kanada og Kili. Eitt, sum hevur verið gjøgnumgangandi hugburður í fyritøkuni, og hetta hevur verið sagt heilt síðani byrjanina í 1968, er, at eingin orsøk er at flyta rávøru av landinum, tá vit kunnu hagreiða hana sjálvi, og við tí skapa arbeiðspláss í Føroyum. Ein virkissøga, sum strekkir seg yvir meir enn fimm áratíggju, vil í sær sjálvari vera hendingarrík. Søgan hjá tí Bakkafrosti vit hava í dag - hon er meira hendingarrík, enn hjá flestu fyritøkum. Tann fyritøkan, sum byrjaði í 1968, og sum bleiv skipað sum partafelag í 1974, tað er ein heilt onnur fyritøka enn tann, vit kenna í dag. Fyri okkum sum minnast øll hesi árini - ella næstan - so vita vit, at her eru stórar broytingar hendar í samfelagnum. Og ikki minst í hesum partinum av landinum, sum vit nú eru í. Tá eg sum smádrongur seinast í trýssunum og fyrst í sjeytiárunum, skuldi til ommu á Norðskála, so gekk leiðin norð á Stengur í Klaksvík, har tann hvíti Morris Mascotturin, ið eg vann sum trýáragamal, bleiv lyftur umborð á ferðafólkabátin. Han tók nakrar fáar bilar. Leiðin gekk fyrst til Fuglafjarðar ella Lorvíkar. So til við Sjógv á Strondum, har vit steðgaðu á hjá langommu, áðrenn túrurin gekk til Selatraðar, har Sundaferjan førdi okkum fyrst yvir til Hósvíkar, áðrenn hon setti kós móti Oyri, Og har vit so kundu koyra seinasta teinin til Norðskálar. Tað tók tað mesta av einum degi at koma til Norðskálar. Í dag tekur túrurin umleið ein hálvan tíma. Skuldu vit til Havnar, so gekk túrurin við gamla Pride beinleiðis til Havnar. Tann túrurin minnist eg sum øgiliga drúgvan. Her á Skálafjørðinum kundi ein fara út á Toftir, og taka Trónd til Havnar. Nú hevur verið koyrandi úr Kirkjubø til Viðareiðis longu í nøkur ár, og tað tekur knappan hálvan annan tíma. Og um stutta tíð er ein nýggjur tunnil klárur beint uttanfyri her. Hann ger, at vit vinna nakrar minuttir afturat, tá vit skulu úr Havn til Glyvrar ella Klaksvíkar. Hesar broytingarnar á samferðsluøkinum er eisini ein partur av søguni hjá føroysku alarunum.  Í dag vil ein bingja við laksi, sum verður avskipað her á Bakka, eftir einum døgni vera komin væl áleiðis til marknaðin í Evropa, Asia ella USA. Bakkafrost byrjaði sum ein lítil fyritøka her á Glyvrum, tá teir tríggir beiggjarnir Hans, Róland og Martin settu virksemið í gongd í 1968. Tann sum heldur at Bakkafrost hevur eina søgu, har alt hevur gingist gott, skal seta seg við bókini. Fyritøkan hevur upplivað nógvar brotasjógvar - og onkrir so álvarsligir, at tað var um reppið, at hon ikki kom fyri seg aftur. Tey fyrstu 10-15 árini vóru baldrut - sildin, sum var hon, ið setti virksemið í gongd, hvarv, og teir noyddust at finna nýggjar møguleikar at troyta. Fyri meg, og eg rokni við at tað sama er galdandi fyri nógvar føroyingar, so er Bakkafrost tvey ting. Tað er Bakkasild og laksur. Ella, tað var tann myndin eg hevði av Bakkafrost. Tá eg fór undir at lesa gomlu fundarfrágreidingarnar, leita eftir tilfarið og annars tosa við fólk, so kom eitt áhugavert tíðarskeið fram, og tað er frá umleið 1975 og eini 10 ár fram. Tá hendi ómetaliga nógv her. Tað sær út til, at her vóru fleiri við spennandi hugskotum, sum sloppu at royna seg - og leiðslan á Bakkafrost var opin fyri fleiri sera áhugaverdum ætlanum. Eg kann nevna svartkjaftin. Tað sum í dag er føroyska uppsjóvarvinnan, hon fekk burðarhjálp her á Bakka. Her blivu royndir og kanningar gjørdar, sum fingu týdning fyri hesa vinnuna. Á Bakka skuldi kósin ikki setast inn í uppsjóvarvinnuna - tó so, at keypið av Havsbrún nógv ár seinni ger, at Bakkafrost aftur er við at kanna og menna rávørurnar sum uppsjóvarvinnan fær til høldar. Aling av laksi var fyrstu tíðina, frá seinast í sjeytiárunum, ikki nakað sum satsast skuldi nógv uppá, hetta var mest sum talan um royndir, um ein lesir tað sum stendir skrivað. Men so hvørt tekur laksurin meir og meir pláss, og gerst tað berandi virksemi. Tað skuldu ganga nøkur ár áðrenn ein valdi at brúka alla orku uppá laks og aling. Tað sum hendi gjøgnum 80-90’ini og fyrstu árini í hesi øldini er tað sum sum ger søguna um Bakkafrost til eina serliga søgu, ið ikki bara handlar um eina fyritøku, men um broytingar í samfelagnum, og í eini vinnu. Tað kanska mest áhugaverda, sum eg havi lært av hesi ætlanini, tað er tann íverksetaraandin, sum hevur merkt bæði Bakkafrost og øll tey feløgini, sum gjøgnum samanleggingar eru blivnar ein partur av tí, sum vit í dag kenna sum Bakkafrost-samtakið. Men… 2. september 1978 kundi alt verið steðgað. Hendan dagin var aðalfundur, og eitt uppskot lá á borðinum, og tað var at selja fyritøkuna. Tað verður ikki sagt nakað um teir høvdu nakað ítøkiligt tilboð, ella um teir skuldu út at leita. Tað sum sermerkti hetta tíðarskeiði er at avgerðir verða tiknar skjótt, og sølan av fyritøkuni tykist at vera gloymd tá næsti aðalfundur er. Sølan verður ongantíð nevnd aftur í fundarfrágreiðingunum. Í staðin koma nýggj hugskot og nýggjar ætlanir á borðið. Eg havi sum útiseti og journalistur við bústaði í Oslo fylgt gongdini hjá føroysku alivinnuni og fiskivinnuni gjøgnum nógv ár. Serliga frá seinnu helvt av 90’unum. Oslo Børs gjørdist meir og meir týðandi fyri norsku alivinnuna, og seinni fyri tey størstu alifeløgini í heiminum sum aldu atlantiskan laks. Tað bleiv fylgt væl við í Noregi, hvussu gongdin varð í Føroyum. Pan Fish hevði roynt at byggja seg upp til ein av stóru aktørunum í Føroyum, men aftaná at ILA meir ella minni gjørdi bart við vinnuna fyrst í hesi øldini, fyrst í Noregi, so í Føroyum, so fekk Pan Fish trupulleikar. Her í Føroyum sat Føroya Banki sum størsti lánveitarin, og so hvørt sum fyritøkurnar ikki kláraðu seg, so yvir tók bankin raksturin. Mánarnir og árini gingu, og bankin bleiv sitandi sum størsti alarin í landinum. Tað tyktist at vera ringt hjá bankaleiðsluni at kunna taka eina støðu til framtíðina hjá vinnuni. Øll bíðaðu eftir at Føroya Banki skuldi selja ella samskipa tey feløgini sum bankin sat við. Hetta dróg út, og ikki fyrrenn stjóraskifti kom í bankanum hendi meir, og tilgongdin at byggja eina stóra alifyritøku kundi byrja. Sum fleiri nevna tað í bókini, so var viljin at seta pengar í vinnuna forsvinnandi lítil millum tey sum høvdu pengar. Í veruleikanum var eingin áhugi, millum tey við pengum, at byggja upp alivinnuna aftur. Hendan søgan er lýst í bókini. Tað sum eg meini er serliga áhugavert at bíta merki í, tað er tann manglandi áhugin og viljin í føroyska samfelagnum at fáa gongd á alivinnuna aftur. Tað verður javnan skotið Bakkafrost í skógvarnar at meginparturin av partaeigarunum eru útlendingar. Til tað er ikki annað at siga, enn at føroyingar áttu alt Bakkafrost, og føroyingar kundu keypa partabrøv framum útlendingar. Nakrir keyptu, men teir flestu hava seinni selt. Sølurnar av føroysku partabrøvunum gjørdu at alt felagið kundi havt enda á útlendskum hondum. Tað kláraði ein at fyribyrgja í evstu løtu. Úr míni eygleiðarastøðu í Oslo - langt burturfrá føroyska gerandisdegnum - so er gjørligt at fylgja við, tí eg skilji føroyskt og fylgi væl við sum eygleiðari. Samstundis hitti eg norskarar alarar, íleggjarar og greinarar, sum fylgja við í alingini í Noregi, Skottlandi, Hetlandi, Írlandi, Kanada, Kili, Føroyum - og nú eisini Íslandi. Tað er áhugavert at síggja hvussu stórur áhugin er fyri føroysku alivinnuni. Fyrstu tíðina aftaná at Bakkafrost bleiv skrásett á Oslo Børs, so bleiv dúgliga gitt um hvussu leingi Bakkafrost fór at klára seg, og ikki minst um hvør sum fór at keypa fyritøkuna. Salmar royndi, men miseydnaðist. Í dag er tað eingin sum tosar um at nakar skal keypa Bakkafrost, men heldur um hvønn Bakkafrost man fara at keypa ella at gera íløgur í. At føroyska alivinnan hevur sett seg í respekt uttanfyri landoddarnar er eingin ivi um. Føroyska dótturfelagið hjá Mowi, sum situr á loyvunum sum millum annað Pan Fish hevði í síni tíð, hevur í nógv ár verið eitt gullegg í heimsins størstu alifyritøku. Tey fáa millum bestu, og ofta bestu, úrslitini hjá Mowi. Og Mowi-leiðslan brúkar royndirnar í Føroyum til at gerast betri í øðrum pørtum av samtakinum. Tað er vert at hugsa um, hví Mowi, ið hevur havt stórt alivirksemi í Noregi, Kanada, Skottlandi og Kili, framvegis heldur at tað minsta dótturfelagið er vert at sita við. Luna, ið ikki er skrásett á nøkrum virðisbrævamarknaði, og sum í stødd er sum eitt lítið norskt felag, setur eisini spor eftir seg uttanlands. Eg vil siga at tað er ótrúligt hvussu nógv norskir alijournalistar og norskir greinarar vita um Luna. Teir vita meir um tað tey gera á Fútakletti, enn á flestu norsku alibrúkunum. Bakkafrost er tann størsta føroyska alifyritøkan, og saman við hinum báðum alifyritøkunum, so vísir føroysk alivinna at vit eiga heimsins leiðandi alarar. Hetta vita nógv uttanfyri Føroyar. Tað er ikki altíð at hesin kunnleikin er at síggja í føroyska kjakinum. Vinnulívssøgur kunnu ofta gerast drúgvar, og ikki er altíð líka lætt at lesa tær hjá teimum sum kanska ikki kenna fyritøkuna so gott. Tá vit fóru undir hesa ætlanina, so settu vit okkum nøkur mál. A) Søgan hjá Bakkafrost skuldi lýsast, bæði tann sum er her á Bakka, men eisini søgan hjá teimum sum eru blivin ein partur av samtakinum. B) Bæði eigarar, leiðarar, starvsfólk og onnur sum hava verið við til at byggja hesa søguna, skuldu koma til orðanna. C) Bókin skuldi vera løtt at lesa - tað vil siga at vit ynsktu at finna ein form sum ger tað møguligt at lesa hana út í eitt - ella bara at lesa hana í pørtum. Við mínum eygleiðaraeygum - har bæði tann føroyski og tann útlendski lesarin er í huganum, so hava vit roynt at geva innlit í søguna, uttan at alt skal lýsast í smálutum. Hendan bókin er ein roynd at lýsa hendan risan í føroyska samfelagnum í reportasjuformi. Gjøgnum vangamyndir av fólki, sum hava havt eitthvørt tilknýti til fyritøkuna, starvsfólk, samstarvsfólk og eigarar. Harafturat hava vit søguligar lýsingar av gongdini og hendingum og royna at geva eina mynd av Bakkafrost. Bókin er bygd upp við 13 greinum 13 vangamyndum 13 myndabólkum Og eini tíðarlinju sum gongur ígjøgnum alla bókina. Tað eri eg sum havi tikið endaligu avgerðina um hvussu bókin er bygd upp. Tann berandi tankin hevur verið at lýsa søguna, og at geva bæði tí sum kennir søguna, og tí sum ikki kennir søguna, ein møguleika at seta seg inn í hesa sermerktu vinnufyritøku. Tað Bakkafrost, vit kenna í dag, er eitt úrslit av teimum, ið tordu at fara undir eina heilt nýggja vinnu. Tað er søgan hjá Bakkafrost-samtakinum sum verður lýst. Tað eru nógv sum eg vil takka fyri hjálp, stuðul og innspøl til hesa ætlanina. Fyrst vil eg takka Bakkafrost-leiðsluni fyri at hon gav mær møguleikan at fara undir hesa ætlanina, og ikki minst fyri at tey tordu at geva mær fríar teymar. Tað er sjáldan at ein fyritøka ger tað. Eg havi havt atgongd til tey skjøl sum eg havi spurt eftir, og skjøl sum leiðslan hevur funnið fram. Harafturat havi eg leitað upp tilfar í miðlum og í skjalasøvnum annars. Samrøðurnar við fólk hava eisini givið nógv. Regin, Odd og Rúna havi eg sæð javnan - í Oslo, - tá teir leggja fram rokniskapirnar. Kanska serliga Rúna, ið eg havi hitt til ein temunn/kaffimunn rímuliga javnan, tá hann hevur verið í Oslo í arbeiðsørindum. Eg vil sjálvandi takka Grækaris fyri at hann kom við í ætlanina, fyrst og fremst sum ein, eg havi kunna tosað við ávegis, og at hann tók á seg at skriva flestu vangarnar. Hann hevur eisini verið ein hollur stuðul í sambandi við gjøgnumlesing og rættlestur. Myndamaðurin Jens Kristian Vang skal hava takk fyri nakrar sera góðar myndir av vangunum. Eg skal eisini nýta høvið at takka Lenu og Sansir fyri teirra avrik. Lena og eg hava havt nógvar samrøður um, hvussu bókin skuldi síggja út, og hvussu hon skuldi byggjast upp. Eg ynskti eina bók, sum ikki skuldi gerast ov tung – ynskti, at Sansir skuldi hava magasinformatið í blaðheiminum í huga. Sansir hava fangað tað hugskotið, og hava dugað sera væl at gera tað um til bókaformat. Eg haldi at úrslitið er sera væl úr hondum greitt. Eg skal eisini takka Sprotanum fyri týðingina til enskt. Enski teksturin er góður og flótandi. Eg skal eisini takka fyri at eg havi eina tolna familju, ið má liva við einum, sum er yvir miðal áhugaður í laksi og laksaaling. Framhaldandi onga løn fyri móðurmálið Mynd og innslag: KVF Eins og undanfarna forkvinna fær núverandi forkvinna onga løn fyri at stýra og stjórna Málráðnum. Ikki eitt oyra. Null fyri móðurmálið. Tað upplýsir Løgmansskrivstovan í einum yvirliti, har allar lønir fyri alment nevndararbeiði síggjast. Hvussu fagrar og at síggja til nýskapandi visjónirnar tykjast, at finna skikkaðar og skilagóðar kvinnur at stjórna týdningarmiklum nevndum hjá tí almenna, so stendur eftir, at tær fáa onga løn, men bara heiður, fyri heiðurin at verða nevndarforkvinna, sum í sjálvum sær er mikið heiðurligt, men ikki gevur smør á breyðið.  Tað fáa menn í tjúkkum fleirómettaðum løgum í øðrum ósúrgaðum almennum nevndum. Kent er gjøgnum nógv ár, at ein og sami persónur fær meir enn endaløn hjá flestu fakfeløgum bara fyri at sita í almennari nevnd, longu innan hann fer til arbeiðis. Almenn nevndarvakt er hansara arbeiði. Men tá eru fimm útpurringar orsøkin. Lagaligari er hjá formanninum í telefonfelagnum, sum fyri eina vakt fær einogtjúgutúsund krónur tólv ferður um árið. Formaðurin í flúgvifelagnum má lata sær lynda at fáa túsund krónur færri. Men forkvinnurnar í Javnstøðunevndini og Etiska ráðnum eru mynsturbrótarar í hesi mannfólkaverð, tí tær fáa ein kvart av hesi mannfólkasamsýning um mánaðin, fimmtúsund, sum er helvtin av nevndarsamsýningini hjá formanninum í Vága- og Norðoyatunnlinum. Tað mest margháttliga í almenna nevndararbeiðnum at gera gerandisdagin smidligari, er tá vit skulu minnast til, hvussu tað smakkaði at slikka eitt frímerki innan vit settu tað á bjálvan. Fyri tað umsorganarfulla nevndararbeiði fær formaðurin trettantúsund krónur um mánaðin, eisini í jólamánaðinum. Afturfyri fær vællønti postverksstjórin einki í løn, tá hann setur seg fyri borðendan í jólamerkjagrunninum, sum er gamla ímyndin av føroyskari umsorgan.  Greitt er, at umframt kvinnuliga umboðan, so stendur mentanarøkið serliga veikt, tá umræður løn fyri útint nevndararbeiði hjá tí almenna. Tó so, undantøk eru. Forkvinnan í Kringvarpinum fær hálvtáttinda túsund um mánaðin fyri uppgávuna at halda sjónvarpinum og útvarpinum á frekvensinum. Hinvegin fáa hvørki Fjølmiðlanevndin ella Miðlastuðulsnevndin eitt oyra í løn. Á mentanarøkini er tó eisini vert at leggja til merkis, at formaðurin í Mentanargrunninum og Leiklistaráðanum hóast alt fáa løn, trýtúsund og sekshundrað sambært yvirlitinum. Sumstaðni stendur bara ein strika. Yvirlitið vísir ikki vinfólkasambond, nepotistiskan bygdafelagsskap og politisk viðhaldsfólk. Tað skulu heilt aðrar kanningar at staðfesta tær maktalliansurnar. Men spurningurin er, um tað almenna ikki bara er tað reina pseudo hjá villigum eltibløðrum í kjalarvørrinum á forfeingiligum landstýrismonnum eitt stokkut skeið, tá vit bera saman við privata arbeiðsmarknaðin, og hvussu hann er knýttur og bundin í samanrenningum, sum eingin veit um, tí eingin maktkanning er gjørd í Føroyum. So hvør veit, um ikki hægst lønti privati nevndarformaður situr væl gøddur mitt fyri á tingi? Eingin veit, tí eingin av okkara eftirlitsnevndum hevur kannað tað. Tilsamans kosta tær útvið trettan milliónir, sigur Løgmansskrivastovan. Fjølmiðlavónir Meðan útvarpið og bløðini eru bakgrundsljóð og rekvisittir í kaffisteðginum, tá arbeitt verður í ellivu av teim tólv innvinningarmánaðunum, fært tú eitt dyggari innlit í heimligu miðlarnar tá ferian er farin í gongd. Frá morgni til myrkurs. Hinvegin vil eg ikki útiloka, at miðlainnsatsurin, viljin at miðsavna seg um relevant evni, spyrja upp í saman og førleikin at miðla evnini til okkara, støðugt havandi borgaran og fólkaræði í huga, er munin betri beint nú, meðan maktin loyvir sær at dyrka bóltsreligiónina í útlandinum, tí heimrustin hóast milliónir, ikki megnaði at skapa brúkiligar karmar til fólksligu íðkanina, ið nú savnar landsins makt, sum var tað ein nýggj religión, bóltsreligiónin, fyri midlar frá øðrum. Altíð frá øðrum. Var tað ein átrúnaðarligur kultur , ið savnaðist so, varð dagskráin ein onnur og slapp ikki at halda fram. Tí fæst einki líkinda úttalilsi úr fílabeinstorninum til heimapressuna. Maktin er farin í feriu og advokatelitan hóreiggjar sær fyri opnari mikrofon. Tað er ikki óstuttligt hjá borgaranum at hoyra. Tað eru okkara skattakrónur, sum um skamma stund fara at seta ein brotpart av umsøkjarunum í skattafíggjað starv á tingi. Alliansur, sum ikki bara eru politiskar, eru tað fyrsta og fremsta, sum eg vil hava fjølmiðlarnar at avdúka. Í seinastuni hevur tað eydnast framúr væl í útvarpinum, har innlit, staying power og leveringsdigtigheit eru týdningarmestu arbeiðssetningar. Umframt informativt stuttligu tíðindasendingarnar til gerandis í útvarpinum, skal sjónvarpssendingin hjá Marjuni Dalsgaard um bygningin Glasir nevnast. Informativt fyri hyggjaran væl og róliga borðreitt við webcam myndum, sum eru forskotnar í tíð, so tær í skundi vísa byggigongdina frá sama fastapunkti. Framúr illustrativt. Bjørtu vónirnar hjá Egon at skapa eitt nýtt Gesamtwerk har handans verk eisini slapp upp á andans tindar og kunnu sameinast í einum og sama lestrarskála eru fantastiskar at eygleiða. Men aftur her eru tað politikararnir, sum sleppa væl frá at siga flosklar sum Vit vistu jú øll  og so framvegis. Serføroyskir politiskir flosklar, sum eingin kann draga til ansvars, og sum tí bara sleppa at blóma í einum totalum ansvarsforflygtigilsi av demokratiskum undandrátti, fíggjað úr mínum og tínum fólkalumma í hópin av innvinningarárum. Framúr sending, sum eisini ber til at víðka og perspektivera av nýggjum, so hvørt nýggj mál og rokningar koma fram, í øðrum sendingum. Tá eg kenni hesa ringrás, eri eg sannførdur um at kringvarpið riggar. Skuldi eg kortini verið í iva, um at kringvarpið riggar, so er tað eitt gott tíðartekin, at nú verða fleiri sendingar enn Pressan útveittar alment. Tað er fantastiskt og hevur øll tey árini eg sjálvur gjørdi fríyrkissendingar verið fremsta ynski. At lata tey, sum hava hug og hegni at gera sendingar, sleppa at gera tað, meðan hini ganga vakt, og so møguliga skifta aftur, til øll eru nøgd. Vaktarskipanir eru neyðugar, men tað er ikki har, at nýhugsan sprettir so nýggj format hoyrast og síggjast á nýggjum pallum, sum eingin visti av vóru til. Tað er hetta innovativa, sum fríyrkisfólk skulu sleppa at dyrka í samstarvi við kringvarpið. So er bara at vóna at samsýningarnar verða at liva av og ikki tað reina hjáputur hjá hyperaktivum fólki sum næstu løtu liggja brakk. Tað er vandi í hvørjari vælferð. Og so kundi eg ynskt mær, at tíðarskeiðið, tú bindur fólk at gera sendingar, verður longt, so tað meir enn einaferð fer tvørtur um sparandi summarskráir og vetrarskráir á víðaveingi. Dimmalætting er komin afturíaftur og øll tekin eru um at blaðið er á leið móti einum burðardyggum virksemi, hóast aftasta heilsíðulýsingin í dag var á donskum. Tað er, so segði maðurin, ikki lov longur. Men aftur her hómast klára víðsýnið at seta evni á breddan, sum hava rót í gerandisdegnum, so sum íbúðarneyð, og hvat fólk úti um landið halda um tóm hús, meðan ultra dýru luksusíbúðirnar undir Kongavarða nú skulu umvælast - fyri egnar pengar hjá longu píndu eigarunum. Tað er hjá mongum trælli eitt trælalív at svara hvørjum sítt í føroyska nútíðarsamfelagnum, ikki minst at seta búgv fyri egna rokning á fyrsta sinni. Har er eingin góða mamma, ikki minst tá byggifyristingin er so veik sum hon er á Karlamagnusarbreyt, sum er ein langtíðarskomm av teim sjáldsama ljótu í eini tíð við grovum íbúðahávum, sum kanska, kanska ikki, hava óheilagar alliansur við maktina í høvuðsstaðnum. Eina avdúkandi pressu, tað er tað vit í ein ávísan mun hava, og tað er tað, eg støðugt ynski mær meir av, og minni av líkagyldugum tíðindum, sum í morgun, tá ein av elstu í journalistiska fakinum kundi upplýsa, at DMI ávarar um veðrið í Danmark. Come on, I couldn’t care less. Tað er her vit búgva, í Føroyum. Uppgávan hjá miðlunum er fyrst og fremst at endurspegla tann veruleikan. Og hóast toku í Føroyum eru fjølmiðlavónirnar heilt bjartar. Fríar teymar frá størstu fyritøku Í gjár løgdu journalistarnir, Jógvan Hugo Gardar og Grækaris Djurhuus Magnussen, fram bókina "Av føroyskum firðum út í stóru verð" á Bakka á Glyvrum, har opið hús var. Orsøkin er, at Bakkafrost herfyri rundaði tey fimmti árini, sum forstjórin, Regin Jacobsen, sigur heldur lítillátin fremst í bókini, ið telur 200 síður og eisini finst í enskari útgávu.    - Tit eru báðir journalistar, Jógvan Hugo og Grækaris. Hvussu fyrihalda tit tykkum til tað, at skriva um eina fyritøku, tað allar størstu, uttan at ganga uppá kompromis við journalistikkin sum so? Hvussu hava tit siglt og stýrt um tey skerini? - Sum fríyrkisjournalistar eru vit noyddir at hugsa gjølla um ein og hvørja uppgávu, samstundis sum vit noyðast at hugsa um, at vit skulu hava eina inntøku at liva av. Í hesum førinum kom spurningurin, um at gera eitthvørt burturúr, at Bakkafrost í 2018 varð 50 ár, samstundis sum tað í ár eru tíggju ár síðani fyritøkan gjørdi tað stóra lopið og fór á Oslo Børs, sigur Jógvan Hugo, sum er úr Klaksvík, útbúgvin journalistur og býr í Noregi. - Avtalan, sum er millum Bakkafrost og meg, er púra greið. Mín uppgáva hevur verið at skriva eina bók, har eg við mínum eygum sum journalistur skuldi lýsa søguna hjá fyritøkuni. Avtalað varð, at eg millum annað kundi fáa innlit í skjalasavnið hjá fyritøkuni, sum lýsir serligar hendingar í søguni.   - Eg havi havt fríar teymar at seta bókina saman, og leiðslan í Bakkafrosti hevur ikki blandað seg uppí, hvussu hon er bygd upp, og hvussu innihaldið er sett fram. Tilgongdin hevur verið sum við øllum journalistiskum uppgávum. Tilfar er leitað upp, og keldur eru spurdar og eftirkannaðar. Leiðslan hjá Bakkafrosti hevur havt sama møguleika sum onnur, at lesa tilfarið ígjøgnum, fyri at tryggja, at sitatir og faktaupplýsningar eru í lagi, sigur Jógvan Hugo eftir framløguna.   Hann sigur eisini, at sum keypari av uppgávuni kundi Bakkafrost gera av, um bókin skuldi gevast út ella ikki.  - Tað eru somu treytir, sum allir fríyrkisjouralistar liva undir, tá teir lata frá sær bílagdar uppgávur. Er keyparin ikki nøgdur, so verður tilfarið ikki brúkt. Í hesum førinum hevur keyparin góðtikið tað, sum er latið frá mær og Grækaris. Parturin hjá Grækarisi hevur serliga verið at gera samrøðurnar til flestu vangamyndirnar, sum eru í bókini, og at skriva teir út. Hann hevur eisini rættlisið.   - Fyri meg, sum eri tann, ið hevur serliga drúgvar royndir at skriva um alivinnu, og kanska serliga føroyska alivinnu, so hevur uppgávan gjørt, at eg ikki havi kunna skrivað um alivinnu meðan henda ætlanin hevur verið í gongd. Tað merkir, at eg havi ikki skrivað fyri norskar ella føroyskar miðlar um Bakkafrost ella føroyska alivinnu í umleið trý ár, sigur Jógvan Hugo.   - Tað hevur altíð verið grundleggjandi hjá mær, at lesarin skal vita, at eg fari undir uppgávur við opnum sinni, og at objektivitetur er nakað, sum eg eftir bestu sannføring skal royna at gjøgnumføra. Opinleiki er eisini grundleggjandi. Tað merkir, at lesarin skal vita, hvussu eg arbeiði. Til dømis er tað óhugsandi fyri meg, at gerast partapolitiskt virkin, arbeiða fyri ávísan flokk, ella politikkara, ella at stilla upp til eitt kommunu- og ella løgtingsval. Í hesum førinum hevur ein fyritøka rinda fyri uppgávuna, og míni bond til fyritøkuna eru bara knýtt til hesa ítøkiligu uppgávuna. Um eg nakrantíð komi at skriva um alivinnu í einum miðli aftur, tað vil tíðin vísa, sigur Jógvan Hugo Gardar, journalistur, eftir at hava lagt bókina "Av føroyskum firðum út í stóru verð" fram á Bakka. Tjóðraði pallurin Í morgun kom Bárður Persson á gátt og vit tóku nakrar myndir í túninum. Eins og sálmisturin er hann farin at telja dagar, nú filmurin "111 góðir dagar" verður frumsýndur í Havnar Bio í kvøld. Har hevur Bárður ein filmiskan leiklut. Í veruliga lívinum er sjónleikarin Bárður eisini farin at telja dagar, síðan seinasta framførsla var á Tjóðpallinum. Hann er komin til 171 dagar. Niðanfyri fær Bárður orðið: Tjóðraði pallurin “Um at vera menniskja” var seinasti leikur, ið varð settur upp á Tjóðpalli okkara. Síðani seinastu framførslu av nevnda leiki, hevur ikki eitt kis verið at hoyrt frá okkara Tjóðpalli.  Hetta eru í skrivandi stund 171 dagar síðani! Einsamalt er hetta eitt fullgott tekin um, at hóast okkara Tjóðpallur kann liva við somu leiðslu í 20 ár, so kann hann ikki virka uttan so, at tær fakkønu kreftirnar eru um hann eisini. Og tað er júst hetta vit eru vitni til í dag!  Allarstørsti parturin av leiklistarligu elituni her heima, er nú farin frá søkkandi skútini, tí hon ikki lon-gur vildi at arbeiða undir somu leiðslu aftaná 15 ár. Setanarmyndugleikin bjóðaði hvørki áskoðarum ella starvsfólki nakra sum helst broyting, tá nýggjur skipari skuldi setast, hóast stórur partur av umhvørvinum í langa tíð hevði givið greið tekin um, at hetta var neyðugt, um framburður skuldi tryggjast.  Nei, hann fylti sama leiðsluliga brennievni í Tjóðpallin, sum hann hevði gjørt tey undanfarnu 15 árini, við teirri avleiðing, at kumpasleysa skútan fullkomuliga er steðgað upp og tykist nú søkka longur og longur niður, fyri hvønn dag ið gongur.  Sum ein niðursligin nevaleikari liggur Tjóðpallurin nú til háð og spott, og tykist ikki at hava evni, til at reisa seg uppaftur við egnari kraft.  Skommin niðri á Tjóðpallinum er nú blivin almenn, og verður dagliga sýnd á sýnisglugganum “tjod-pallur.fo”.  Leikurin ber heitið “Onki” og hevur í skrivandi stund vart í 171 dagar, og í hesum tíðarskeiðið hevur Tjóðpallurin fingið út við 3 milliónur krónur í almennari rakstrarjáttan. Hvussu leingi afturat fer Tjóðpallurin at standa við opnari splittu og vísa leikin “Onki” fyri fullsettum almenningi? Eg veit lítið um tað at vera menniskja Enn minni um tað at vera Tjóðpallur í hesi løtu. Eg veit tó eitt.  Tjóðpallurin er í dag úti fyri sínum størsta hóttafalli nakrantíð. Og meðan hetta fallið gálvar beint upp í andlitið á honum, eigur hann ongan vaksnan at ansa eftir sær.  Hann er eins og eitt pinkubarn, sum er mist á gólvið áðrenn tað hevur lært at ganga. Og nú standa tess avvarandi hjálparleys og hyggja at, meðan tey inniliga vóna, at hetta barnið á onkran gand-akendan hátt kann koma upp á føtur sjálvt. Eins og útslidni nevaleikarin, sum roynur at finna eitt reip at hála seg upp við, hóast hann liggur niðursligin mitt í ringinum.  Tjóðpallurin hevur v.ø.o. ikki longur nøkur vaksin menniskju við sína lið, ið kunna tryggja hansara framtíð og eksistens. Hann er umsíður so nógv viknaður í tign og undirtøku, at teir politikkarar, sum altíð hava vilja sæð hann 6 føtur undir mold, nú væl kunnu finna dirvið at taka tann politiska bløggaran fram. Ja, hetta ljóðar sum okkurt, sum bert kann henda í einum framtíðarfilmi. Men hinvegin, hvat skuldi kunna forða fyri tí í dag? Um nóg stórur vilji er fyri at draga tann politiska knívin at barkanum hjá hesum slørandi nevaleikara, hvør fer tá at stilla seg í vegin?  Ja, hvør hevði vart okkara Tjóðpall í dag?  Og er nakað eftir at verja? Er hetta á nakran hátt eitt listarligt Notre Dame, sum fólk høvdu farið út á gøtuna fyri at vart?  Neyvan!  Hví? Tí Tjóðpallurin gjørdist ongantíð tann leiklistarligi miðdepulin, sum so nógv av okkum høvdu vóna.  Langt frá!!  Dreymurin sum brast Arrogantur politikkur, fyrisitingarlig lista-analfabetisma og í heila tikið inkompetent leiðsla, hevur m.a. havt við sær, at mann sjálvdan hevur evnað at spurt tey røttu um ráð í avgerandi løtum Tjóðpallsins. Enn minni duga at tikið tey leiklistablindu vekk, tá hesi av onkrari, ja heldur margháttligari grund, hava staðið í avgerandi positiónum og uppá giss viðgjørt framtíðina hjá okkara Tjóðpalli. Hetta við teirri avleiðing, at Tjóðpallurin ongantíð hevur eydnast í leiklutinum, sum eitt listarligt vaks-trarhús, ið gevur yrkisleiklistini tær vitugu veingir, sum eru garanturin fyri einum alsamt mennandi leiklistaumhvørvi í Føroyum. Tað eru tó enn tey, ið ganga runt við einum spíðsborgarligum teaturkikara, hvørs fyrigyklaða sjón fortelur teimum, at Tjóðpallurin enn er og altíð hevur verið okkurt slag av hámentaðum ævintýri, har eingin betalur prísin fyri at halda skroypiligu facaduni uppi. Um hesi taka kikaran niður, bert eina lítla løtu, eigur ikki at vera torført hjá teimum at síggja, at ok-kara Tjóðpallur ongantíð hevur verið nakað annað, enn ein dreymur, sum doyði longu í føðingini!  Í veruleikanum er hann ikki annað, enn ein 20 ára gomul fyribilsloysn, sum í ein stóran mun hevur megnað at rokkið einum rímuliga høgum støði, og í løtum serstakliga høgum, tí har altíð hava verið nokk av undirbrotligum odda-listafólki, ið hava syrgt fyri at hildið honum flótandi.  Eisini tá tey sjálvi hava stríðst undir vatnskorpuni!   Hann hevur snøgt sagt ongantíð livað upp til ta visjón, tankar, vilja og leiðsustøði, sum lógin um Tjóðpallin legði upp til, tá hon á sinni bleiv smíðað, við listarondini sum verja. Og hetta alt sæst best aftur í, at Tjóðpallurin í dag, mest av øllum, minnur um okkurt slag av hybridi-skum kryplingi, sum akkurát megnar at halda sær omanfyri listarliga frostmarkið, tí nøkur passaliga kroyst listafólk á sømiliga høgum støðið, við altsamt longri millumbili, velja at trína fram á tess for-søgdu fjølum. Himmalrópandi sjónligt Tað fyrisitingarliga, politiska og leiðsluliga forráðilsi mótvegis Tjóðpallinum, er nú vorðið so him-malrópandi sjónskt og oyðandi, at tað skríður kalt niðureftir bakinum á tí føroyska listatilvitinum. Vit nýtast bert at seta okkum nakrar fáar grundleggjandi spurningar, fyri at síggja, hvussu ring støðan í veruleikanum er. Hesir spurningar kunna vera soljóðandi: “Hvørjar eru visiónirnar hjá hesum stovni?” “Hvar er í heila tikið framleiðslan blivin av?”  “Hvørjar stovnar, fyritøkur, arbeiðspláss o.o. hevur Tjóðpallurin í dag eitt samstarv við?”  “Hvar er tað kreativa forumið, sum kundi gjørt Tjóðpallin til ein savnandi depil?”  “Hvar er skráin fyri komandi leikir og tiltøk annars?”   Um ivin enn er til staðar, hygg so eftir, hvat í hendir uttanfyri Tjóðpallin júst nú.   Meðan Tjóðpallurin er farin í sjálvboðið híð mitt í eini blómandi summarhálvu, stríðast ymisk yrkis-leiklistafólk við at halda føroysku leiklistaskútini flótandi, við at gera egnar verkætlanir og leikupp-setanir aðrastaðni. Fyri tær relativt fáu krónurnar, ið ymisk fríyrkisleikfólk fáa skavað saman aðrastaðni frá, megna hesi at skapa tann størsta partin av tí, ið verður skapt innan yrkisleiklistaøkið í dag. Nógv tann størsta partin!    Og hetta er fullkomuliga paradoksalt, tá havt verður í huga, at tað jú er Tjóðpallurin, sum situr á tí veruliga kassanum, og fær uml. 6 milliónir av almennum krónum um árið.  Okkara Tjóðpallur flaggar í dag á hálvari stong.  Tað, ið hevur togað flaggið niður, er eitt leiklistarligt gáaloysi, sum frá fyrsta degi av, hevur verið blástemplað frá hægsta myndugleika.  Sami blástemplandi myndugleiki, sum nú vil hava eitt Tjóðleikahús fyri út við 1/2 milliard upp at standa, uttan á nakran hátt at tryggja, hvussu ein professionel arbeiðsmentan kann verða klár til ta tíð, og virka í somu løtu, sum flutt verður inn.   Og trúgv mær; tað verður hetta, sum verður tann avgerandi munurin ímillum eina succes og eina fiasko hjá einum komandi Tjóðleikahúsi. Hevði tað gingið í føroyskum landsliðsfótbólti? Eins og í landsliðsfótbólti, tørvar okkara elituleiklist ta allarbestu leiðsluna og umstøður, sum fáast kunnu. Hví halda flestu politikarar, at tað er í lagi at hava eina leiðslu og hartil hoyrandi umstøður á okkara Tjóðarinnar palli, sum okkara landsliðsfótbóltur sannlíkt ikki hevði vágað sær at virka undir, við ótta fyri at ligið sum ein niðursligin nevaleikari aftaná hvønn dyst? Hvussu kann tað bera til, at mann heldur, at tað er í lagið at fara við okkara mest innovativu yrkis-leiklistafólkum uppá ein so mannminkandi hátt? Hava vit ikki betri uppiborði?  Vit, ið hava barst hart fyri at koma hartil, sum vit eru, og har summi av okkum komu inn á skúlar, sum bara 1 av 100 koma inn á. Hetta einsamalt mátti verði grund nokk til, at vit yrkisleikarar hava uppiborðið tær bestu umstøðurnar og dugnaligastu leiðsluna afturat okkum, so vit aftur og aftur kunnu brilliera á einum palli.  Tí, tað er hóast alt tað, sum vit verða goldin fyri at gera!!  Til øll tykkum, sum onkusvegna kunna gera okkurt! Tað finnast løtur í lívinum, tá ein stendur í valinum ímillum at gera tað, ein hevur rætt til og tað rætta. Altso ímillum tað, sum jurain loyvir og tað, sum etikkurin loyvir. Avgerðin at seta núsitandi stjóra fyri 4. ferð kann við stórum jurasnildni “møguliga” forsvarast juri-diskt. Tó so, reint etiskt var og er avgerðin so blóðskeiv, sum hon kann verða. Lat ongan iva vera um tað.  Hetta sæst best aftur í teimum sorandi avleiðingum, sum hendan avgerðin hevur havt fyri nærum alt leiklistaumhvørvið í Føroyum Eg fari tískil innliga at heita á tykkum, sum á nakran hátt kunna verða við til at gera ein mun her, um at hjálpa Tjóðpallinum uppá føtur aftur.   Hetta fæst einans við, at fáa avgerðina um seinastu stjórasetanina hja Tjóðpallinum úr gildi aftur og síðani lýsa stjórastarvið leyst av nýggjum, soleiðis, at ein tíðarhóskandi leiðsla, kann stíga fótin inn um gáttina hjá hesum potentiella mentanarrisa í Føroyum. Vit hava ikki ráð til at lata tann djarvasta og mest skapandi partin av yrkisleiklistini vála úti í kulda-num longur. Tí, so leingi tey eru heimleys, er yrkisleiklistin heimleys. Um vit skulu gera okkum eina vón um, at flyta inn í eitt komandi Tjóðleikahús, við einum innihaldi, sum vit bara nøkulunda kunna vera errin av, muga vit geva yrkisleiklistini tær sømdir og umstøður, sum hon kann kenna seg heima í. Og jú longri vit bíða, við at taka djarvar avgerðir á hesum økinum, jú longri eru vit burtur frá einum veruligum Tjóðleikhúsi. Bárður Persson    Bilisma fer at forkoma okkum Tað er nú stuttligt við bilfasinatión. At verða hugtikin av bilum. Men vandi er í hvørjari vælferð, antin tú ferðast á bygd, ella skalt staðseta tjóðleikhús í Havn. Teslabilin omanfyri avmyndaði eg fyri nett fýra árum síðan á Amager, tá eg í einum suðurkoreanskum Hyundai, ið var eins gráur og føroyska summarið, koyrdi Sæland runt.  Aldri havi eg nomið við lekrari bil enn henda milliónabilin, Tesla, í modellinum S.  Tað er amerikanski Holzhausen, ið hevur savnað smekru linjuføringarnar eins og hann fyrr gjørdi fyri Mazda. Seinastu tíðina havi eg í ymsum, men altíð sannførandi høpi verið konfronteraður við ta sannkenning, at bilurin hevur ikki bara hugmyndarligar fastatøkur, men kropsligt kvørkratak á okkum heima og úti, summar og vetur.  Bilurin, ið eins og videomaskinan varð bygdur og marknaðarførdur sum hin fullkomna frælsismaskinan hjá Ford, bara tú hevði ráðini, er vorðin statussúmbolið í eini upphópaðari privatmentan á einum dunga við stakkalastási, sum James Bond definerar saman við hægstbjóðandi kapitali annað hvørt ár. Seinastu árini er sama frælsismaskina, bilurin, farin eitt stig longur á almennu framburðsleiðini.  Akkurát sum dreingirnir, ið fyrr høvdu størsta kassabilin og róptu fram fyri seg at fáa øll, sum komu á teirra leið, at víkja, skuldu tey ikki verða ákoyrd. Tí nú er hann vorðin eitt amboð í almenna rúminum, ið leggur seg upp at rættargangslógini, sum skal tryggja at eg, sum pásettligur ánari úr hvíta heiminum, skal hava sama og óbroytta framtaksmøguleika, hvar eg so komi og fari, sum var eg livingstonskur missionerur í óframkomuliga Afrika, um somu tíð sum Trappubrøðurnir keyptu Fox og lærdu okkum at fiska og seinni at innflyta svarta olju í Effotunnum. Bilurin hevur fingið sítt egna lív og er vorðin tað, sum dansktmælt Føroyajura nevnir rethaverisk, og Bob Dylan kundi havt kallað possessive with God on our side. Nú er ein altjóða Teslaánari, sum ætlar sær higar, helst við elskipi, úr Hirtshals at koyra privatgrønt í Føroyum.  Men ólukkutíð, milliónabilsánarin skal rinda fimmhundrað krónur at fylla sær millumbilstangan teir tríggjar ólavsøkudagarnar ella so, hann hevur sett sær inn í persónliga excelarkið at vælsigna okkum við. Á denn náði, á denn Tesla. Enn eru mínir egnu bilar, teir eru tveir, drivnir við sama svarta substansi, sum ferjur, hitapumpur og elbilsánarar mugu duva uppá, koma teir til Føroya ella vilja búgva her eitt orkuskifti ella so.  Gudviti nær framleiðslutøknin - og avgjaldsøðin - fer at skapa eitt veruligt skifti, so staðfesta útlátið minkar og vit verða kollektivt grønari. Ikki bara meðan vit standa kúrr á dekkinum á pumpandi Norrønu, men alla tíðina og í øllum londum, so sum Heimsmálini hjá ST-limalondunum skjóta upp. Meðan tjóðveldisútvarpið, so siga summi, tosar um heimslist í Tróndarbygdini Gøtu - á donskum eins og í Listaskálanum - skrivi eg eitt lurtaraynski um at spæla Leið meg einaferð enn út á dekkið. Á bilføroyskum. Gott forrestin, at nýggi rektarin á Setrinum er skotskur. Tann kvotan er óbrúkt, meðan hin norska er knøpp, takkað verið Almannaverkinum. Men danska kvotan er langt síðan upprúkt og ovfiskað í øllum bólkum ikki bara í klettin, men heilt upp á turt og inn í hvørja skúlastovu, har altjóðgerðin skal spretta. Men nær fara vit at strika danskt at geva rúm fyri týskum, sum nú er nýggja kravið? Hvør politikari hevur dirvið til tað?  Ná, nú fari eg biltúr í einum V6dálkandi dieseltýskum Mercedes. Helst er tað um reppið, at markleysa privatbilisman skjótt fer at forkoma okkum, sum Teslaánarin úr Hirtshals sannførdi meg um í morgun. Og so giti eg, at hann er føroyingur og bara vil purra okkum út. Tað eydnaðist honum til fulnar. Og minnist til, at elbilarnir hoyrast ikki so væl sum dieselbilarnir har úti í føroyska mjørkanum. Chill out og gott bilsummar!   Panoramaføroyar Krúnan á verkið, tá tú hevur ferðast í egnum landi, er at seta seg til háborðs við panoramaútsikt á sættu hædd, omaná Parnassinum, mitt í høvuðsstaðnum. Her bjóðar kokkurin Andrew Crooks, sum er úr Dumfries í Skotlandi, men hevur arbeitt nógv í Aberdeen, eina sanna trikoloru av føroyskum mati, ið er tillagaður altjóða góman, sum Martin Dam, tænari, setur á borðið og greiðir frá so hvørt. Eg havi lokkað teir báðar, Andrew og Martin, út á svalan á sættu hædd, har ein stólur er settur, helst fyri at halda hurðini opnari í summarhitanum, so hon ikki stendur og glintar. Men her er eingin, ið forðar tær fyri at seta teg eina løtu at njóta uppgangandi ljóðið úr býnum. Ikki tí, meditativi roykikrókurin er hinumegin á somu hædd, har tú sært yvir kirkjuna og Gamla Bókahandil. Meðan tú hoyrir ferðafólk samskifta á fremmandum málum um dagin, smakkin og útsýnið, kennir tú teg lyftan upp úr gerandisdegnum. Tú verður sjálvur eitt ferðafólk. Í egnum landi. Og tó við nýggjum tilgongdum. Tað er mikukvøld og matstovan bjóðar à la carte uppi á Panorama, eins og hóskvøld og leygarkvøld. Fríggjakvøld er tað hitt vælumtókta fiskaborðið, fiskabuffetin. Hiðani sært tú garðin og húsini hjá ríkisumboðnum, út á Skansan og havnarlagið í Havn, gamla býlingin úti á Reyni, niður á flagtekjurnar og túnini á Húsabrúgv og niður á Havnar kirkju, ið sum dómkirkja er óloysandi partur av ólavsøkuni, har gudstrúgv og parlamentarisma møtast einaferð um árið. Tú verður til ferðafólk í egnum landi, nú tú situr her í skiftand sólarljósi. So kemur Martin við matseðilinum. Eg velji lamb, tosk og rabarbu. Føroyskt úr haga, sjógvi og garði. Tríggir rættir fyri 490 krónur. Við útsýni, tænastu og borðplássi frá klokkan 18 til 20:30 er tað ógvuliga sámuligt. Forrættur er lambsterrina á fláum borðiski við mildum men smakksamum sinnopi, súrligari blommu, salati og snerktum breyði. Lambsforrætturin verður framúr forloystur við einum glasi av piont noir, sum er turt og varisligt.       Høvuðsrætturin er ikki bara toskur, men bankatoskur, sum aldri slær falskar mentir í teg, men er besta føroyska dømið, eg kann koma í tankar um, sum ímyndar beint fram góðan mat. Afturvið konfiteraða bankatoskinum kemur gularótapurrée og brúnkað hvítvínssós. Toskurin er hvítur og bleytur, og tó kjøtfullur uttan at vera feitur, men við tægrum, sum merkjast, tá tú stykki fyri stykki setur tennirnar í hann. Tú púra gloymir, at tænarin setti epli á borðið, so góður er hvíti smakkurin av toski. Eg má hava eitt glas av eysturríkskum riesling afturvið. Fullkomið, er tað, við toskatægrum av bankanum millum tennirnar og riesling undir gómanum.   So er triði og seinasti rættur á borðinum. Rabarbupannacotta, við brendari hvítari sjokulátu og einum serstakliga vælvaldum sprota av myntu løgdum omaná. Her hóskar søt italsk moscati av asti slagnum afturvið. Tænarin setur kaffikannuna á borðið og máltíðin á Panorama er komin at enda. Heimkomin, fær hetta at eta á matstovu, eta úti, sum tey siga, meg at leita í bókunum um mat, ikki bara til gerandis, men eisini sum list, matgerðarlist.  Á okkara egna máli hava vit hópin av bókum um mat og matgerð. Fyrsta føroyska kókibókin, “Matreglur fyri hvørt hús”, kom í 1907, og seinni komu bøkur, ið vendu sær til skipskokkin, “Matgerð umborð” (1939) eftir J.P. Poulsen, nevndur Palle Bager. Óluva Skaale og Marius Johannesen stóðu fyri Føroya kendastu kókibók, “Matur og matgerð” (1974), sum síðani er prentað í seks uppløgum og varð støðið, tá fyrstu føroysku sjónvarpssendingar um mat vórðu gjørdar í einum køki í Havn í 1987-1991. Til skúlabrúks hevur Maria Vilhelm skrivað bøkurnar "Døgurðabókin - hin reyða" (1999) og "Døgurðabókin - hin grøna" (2001). Í 2013 komu sjónvarpssendingarnar "Spískamarið" við kokkinum Gutta Winther og árið fyri gav Sprotin út prýðiligu coffe-table bókina "Koks". Og síðan er just tann matstovan, Koks, heiðrað við fyrst einari og síðan tveimum Michelin stjørnum.  Onkuntíð fari eg at royna hana, listarligu matstovuna Frammi við Gjónna, og hennara báðu stjørnur.  Men hetta við at lýsa mat í orðum, sum ivaleyst er ein roynd at knýta anda og materiu, er eitt kynstur, sum í ávísan mun kann leiðast aftur til franska Jean Anthelme Brillat-Savarin (1755-1826) og bókina "Physiologie du Goût", sum kom út dulnevnd í 1825, tveir mánaðir innan Brillat-Savarin doyði.  Í 1947 kom bókin á donskum og í 1997, tá eg fylti fjøruti, góvu tveir vinmenn, Ólavur og Ivan, mær hana í føðingardagsgávu. Serliga eru tað stuttu skemtisøgurnar, anekdoturnar, ið eru stuttligar at lesa, tað er at nýggjur matur, sum fólk leggja merki til, gevur mannaættini størri gleði enn ein nýggj stjørna, ið verður uppdagað.  Tað er at ein dessert uttan ost er ein skjønheit, ið manglar eitt eyga. Tí er ikki bara ein køka, men eisini ein ostur kallaður eftir honum, Brillat-Savarin. Ein triði setningur er "La table est le seul endroit où l'on ne s'ennuie jamais pendant la première heure." Tað er at borðið er einasta staðið har tú aldri keðir teg hin fyrsta tíman. Júst hesin setningur er niðast á permuni á donsku útgávuni av "Smagens fysiologi". Sum í øðrum listagreinum, eru eisini granskarar, ið vilja skipa upplivingina av smakki og at eta.  Á lærda háskúlanum í Aarhus í Danmark skrivaðu tey bæði Karen Wistoft, professari í smakki, matkunnleika, læring og trivnaði og Lars Qvortrup, professari og leiðari á Nationalt Center for Skoleforskning, í fjør eina grein, har tey vildu vera við at smakkur hevur sjey mát, ella dimensjónir og at smakkur er eitt sosialt fyribrigdi og ein sosial ressursa. Tey bæði mæla til, at teirra gransking verður brúkt í undirvísing, í heilsurøkt og til gerandis. Fyrsta mát, dimensjón, er hin góði smakkurin, sum er okkara uppliving av tí góða og at njóta, og um maturin smakkar og gagnast okkum væl, ella beint øvugt - illa. Annað mát, dimensjón, er hin heilsugóði maturin, og um hann smakkar heilsugóður. Triðja mát, dimensjón, er hin sansandi smakkurin, er maturin søtur, súrur, saltur, beiskur ella umami, hvat angar hann av, hvussu kennist hann. Fjórða mát, dimensjón, er hin moralski maturin, um maturin smakkar "rætt" ella "skeivt" sæð í mun til tína moralsku fatan. Fáa vit til dømis ein beiskan smakk í munnin, tá vit eta egg undan búrhønu.    Fimta mát, dimensjón, er hin átrúnaðarligi smakkurin, hvussu okkara ella annara trúgv ella átrúnaður ávirkar, hvat vit hava hug at eta og hvussu. Sætta mát, dimensjón, er hin kærleiksfulli smakkurin, tí vit vísa kærleika gjøgnum matgerð og tað kunnu vit smakka. Er maturin gjørdur við passión og borðreiddur við umsorgan fyri tí, ið skal eta? Sjeynda mát, dimensjón, er hin smarti smakkurin, hvørt maturin fylgir tí ráki, sum er í tíðini, trends, og sum til samans myndar okkara "stíl". Eftir hesar filosofisku tankar um mat, og hvussu vit kunnu fata dimensjónirnar í smakki og matgerð innan skúlagátt, eru stundir at fara inn í Mikkeler, niðast í Bøgøtu, og royna eitt djúpt reytt glas av lambic kirsuberjabryggi úr Belgia fyri 75 krónur afturvið gittarsurftónleiki hjá Link Wray frá avstralska barrvørinum.  Tað var endin á einum heitum miðvikudegi mitt í Havn. Og blóman stóð eftir   Hesa tíðina á árinum hava tey, sum so nærløgd sláa grasið á bønum í Tórsbyrgi, lagt sær eina við, ikki at raka blómuna við teim mongu nøvnunum, sum vit í fartinum bara kalla børkubónda. Men nei. Janus, sum er úr Skúgvi, sigur at har kalla tey blómuna ravnaleika. Og so nevnir hann onnur staðbundin nøvn á fugli í oynni. Har úti hevur bygaráðið eisini friðað ravnaleikað. Lítt og Jens Petur koma framvið og peika á bløðini, sum eru ymisk. Umframt reyða litin, reyður børkubóndi og tjaldursbørkubóndi. Bygdafelagin Katrin sigur, at hasa blómuna kallaðu vit á Eiði fyri kápukonu. Í orðabókini stendur eisini bóndablomstur, tjaldursgras, mariustakkur og mariuseymur. Og prinsessublóma kemur eisini fyri millum børn, eins og luktilsisblomstur. Max skrivar í Rættstaving á Facebook, at sambært Svabo er tað bara rótin av mýrisnípugrasi (Orchis maculata), ið nevnist børkubóndi. Navnið, Adam og Eva, verður brúkt um hetta blomstrið í Botany of the Faroes frá 1901-1908, í navnalistanum í Varðanum frá 1928, í Føroysk Plantunøvn frá 1950, og tað stendur enntá í Móðurmálsorðabókini (undir Ádam). Magnus skrivar á sama staði, at Jóhannes Jóhansen gjøgnumførdi konsekvent tvínevnisskipanina hjá Linné í Føroyafloru frá 2000. Tá er altíð samsvar ímillum slekt og slag og ongin ivi kann stinga seg upp um, hvat slag talan er um, heldur ikki á føroyskum. Hetta var eisini gjørt í Firvaldabókini hjá Jens-Keld og Hans Eli. Ynskiligt hevði verið, um hetta eisini bleiv gjørt við fugl og fisk, men tað er sjálvandi nógv ringari, tí har er so nógv. Eyvind svarar, at í fakligum høpi er sjálvsagt neyðugt at standardisera heitini, og standardisering gongur altíð út yvir málsligt margfeldi. Sigga sigur, at tíverri máttu tey sleppa føroysku tvínevnisskipanini tá tey arbeiddu vit Føroysk Flora frá 2000, tí samsvar skuldi vera við Føroysk orðabók frá 1998 - tí eita børkubóndarnir: reyður børkubóndi og tjaldursbørkubóndi (eitt orð/tvey orð). Hvussu er og ikki. Gott, at teir, ið slógu grasið, lótu blómuna við teim mongu nøvnunum standa eftir í summarmjørkanum. Í hvussu er á okkara matrikli. Gjógv - ein perla í Sunda kommunu Tá eg møti ferðafólki, øvundi eg teimum, at kunna vitja hetta land fyri fyrstu ferð. Mín øvund er grundað á, at eg aldri kann seta meg í teirra stað at vita, hvussu tey kenna seg sum ferðafólk í Føroyum. Men eg kann fritta tey um mangt og ymiskt, tá eg av tilvild møti teimum, samstundis sum eg kann royna at eygleiða tey og onnur ferðafólk á ein yvirskipaðan og objektivan hátt, støðugt undrandi yvir, at tey, sum eru fremmandafólk fyri okkum, velja at koma til henda fremmanda stað fyri teimum, at dvøljast nakrar dagar. Heilt síðan eg møtti einum tilkomnum pari úr Dallas í Texas í Havn, og tey søgdu, at ferð teirra var A Trophy Travel , ein ferð til ein ókendan stað, sum eingin visti um, men sum vinfólkini skuldu hoyra um, næstu ferð tey møttust, hevur drívmegin hjá tí ferðandi hugtikið meg. Hví velur hann Føroyar, hin tilkomni og í allar mátar væl útborni ferðamaðurin, sum eins væl kann vera ein kvinna, tí aloftast eru tey tvey, kvinna og maður. Deyðfødda hópvinnan, sum tysur av ferðafólkaskipunum í nakrar tímar, og so fer umborð, eftir at hin ferðandi hevur sprittað hendur og føtur, so einki smittuberandi úr føroyskum køki ella náttúru kemur við, er ikki partur av mínari fasinatión av upplivingarskapandi ferðavinnu. Avgjørt ikki. Umframt risaskip generera tey risabussar og okkurt snikksnakk eina løtu. Hetta er nakað annað og ektað. Hesir tankar um fremmand ferðafólk, kann henda ferðafólkavinnu, komu aftur til mín við Gjógv um vikuskiftið. Ikki tí, grátt var at koyra norður, og eftir Vombina, Eiðisskarð, fram við Funningsvegnum og móti Gjáarskarði, ávaraðu nýggj brandgul skelti um, at nú er einki vetrarhald á vegnum longur. Í eygunum hjá einum havnarmanni er stílurin breaking news . Hóast hásummar kennir tú teg á so forniskum leiðum, at dekkini skjótt hoyrast syngja Landnám so hvørt tey snurra. Men kanska er tað bara innbillingar eftir ov nógvar filmsrøðir av bygd í Norðurlondum. Komin oman í bygdina er fyrsta avbjóðing at sleppa av við bilin. - Jú, hatta er plássið til hasi húsini, sigur fryntliga grannakonan, sum gremur seg um kaldasta summarið í tey fimtan árini, hon hevur búð her. Hin grannin nikkar varisliga, tá eg spyrji, um tað er í lagi, at skora bilin inn í túnið. Sjálvur hevur hann ein bil á sínum plássi, ein viðførisvogn við hjallin og so ein annan bil niðanfyri húsini. Konan er prátingarsamari, kanska tí hon er ikki barnfødd og uppvaksin á staðnum. - Bussarnir skuldu ikki komið oman í bygdina, men verið har uppi, sum øll parkeringsplássini eru, og so skuldi bara einvegis ferðsla verið gjøgnum túnið, sigur hon, peikar og lýsir absurdu støðuna, tá mótgangandi bilar møtast framman fyri handlinum, sum hon royndi at hava gangandi eina tíð. - Men ferðafólkini, tey eru fyrimyndarliga fitt og áhugaverd at koma í samband við, sigur hon og vísur á, hvussu disiplineraði tey eru, tá tey fara eftir gøtunum og niðan nýbygdu trappurnar. Gjáargarður er útgangspunktið, giti eg. Haðani fara ferðafólkini og har koma stóru bláu bussarnir, vit kenna frá Bygdaleiðum. Eg síggi bara smáar, smidligar bussar, bláar og gular, koma oman í bygdina. Væl skipað bæði við komu og fráferð. Men sum eg skilji grannakonuna, so vil hon, at bussarnir steðga har uppi og slettis ikki koma oman í bygdina. Tað er nakað um tað. Tað eru ikki forvitnu ferðafólkini við dronum og kamera, men bilarnir, sum allarflestu eru føroyskir, ið krevja pláss og órógva so mikið, at fólk ilskast og børn ikki kunnu spæla frítt. Tí størsta og besta aktiv hjá Gjáarbygd eru til børn. Fótbóltsvøllur, tunnuflakar í ánni, ein stuttligur urtagarður, ein ískiosk, sjálv Gjógvin, fjørðan og lendingin, og so at síggja autentisk spilllivandi fólk heingja klæði á snórin. Tað er annars bara í Amishlandi, at tað ber til at síggja, halda amerikanarar. Stillføru ferðafólkini úr Fjareysturi, kvinnurnar í Stjørnutroyggju, fara niðan í hagan at ganga í brattari lendi enn eg brýggi meg um. Soleiðis fellir alt uppá pláss á hesum undurfulla staði, sum er í pakt við seg sjálvan. Eisini tá tey vilja í kirkju, spyrja um kirkjuklokkuna og altartalvuna, og um standmyndina av syrgna abbanum, sum í veruleikanum er ein mamma, sum skoðar út yvir Djúpini. Hann er so keddur, at abbasonurin má kýna honum um vangan. Í kjalarvørrinum á nógva og ofta ágangandi kjakinum um ferðavinnu úti á bygd, má eg sanna, at til samanberingar hevur hin vestasta bygdin í kommununi at kalla einki at bjóða hinum forvitna ferðandi, um hann so er óviti ella tilkomin, sæð í mun til eystastu bygdina í somu kommunu, Gjógv. Hetta er ein perla hjá hinum ferðandi, so vítt eg kann seta meg í hansara stað, stað hins ferðandi, og hvat hann kann taka sær til og uppliva, skuldi hann funnið uppá at ferðast í egnum landi, og kann henda, fari at eygleiða, hvussu fremmandafólkið, tey kalla turistar, upplivir okkum og okkara bygdir. Her er alt í ordan. Samskiftið, bæði sum sambindandi infrastrukturur millum bygda, og samskiftið millum føroyingin og hin fremmanda í eini altjóðagjørdari verð á einum smástaði, tú helst ikki visti var til. Sovorðin støð vil eg vitja, tá eg sum fremmandur fari út í heim. Men eygnalokini og alt undir teimum, um tað so er grasið ella dekkini, ið syngja, tey eru við mær, hvar eg so fari.  Mølin verður miðdepilin Hjúnini Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen hava sett sær fyri at gera søguligu handilshúsini á Mølini, sum eru frá 1889, til ein nútíðar miðdepil og tænastusinnaðan savningarstað í Skálavík.  Birita er fjórða ættarlið og langabbin er avmyndaður á bróstinum í caféini, so her andar beinanvegin av autentisiteti, sum ikki bara er hugnaligur, men eisini funktionellur í eyðkendu gul-grønu húsunum.  Nútíðar caféin er longst til høgru, meðan gamla posthúsið er vinstru megin á myndini niðanfyri. Her fer móttøkan at verða, tá nýggja hotellið við tíggju gestaíbúðum verður liðugt til vinstru fyri søguliga bygningin.  Innkomin í Caféina á Mølini verður tú straks boðin vælkomin og finnur ein hóskandi sess so djúpan og til viks, sum tær hóvar best. Men eg síggi eisini, at borðini eru øll umbiðin, tí her eru útferðir og føðingardagar.  Trýst er á Sandoynna, tað sæst longu umborð á Teistanum, á bryggjuni í Skopun og á vegunum í oynni.  Hóast nóg mikið er at gera í caféini, eru høsnarungasuppa, pitabreyð, burgarar og belgiskar vaflur á matarlepanum, umframt alt drekka, sum ein nútímans café eigur at hava í einum metropoli.  Martin Karl sigur frá um ætlanirnar við cafévirkseminum, og eg skilji at konan, Birita, er partur av søguni í húsinum, og at mammubeiggi hennara, Bjarni, sum fyrr hevði handil og posthús, enn hevur goymslu fyri Føroya Bjór í kjallaranum, og tí er dagligur gestur her, sum øll eru fegin um. Martin Karl sigur víðari frá um útbyggingarætlanir og um ferðavinnu yvirhøvur í oynni, sum eins og øll onnur er rakt av korona, men eisini av at hotellið, Depilin, stongdi og nú verður skúli.  Aðra staðni í oynni skilji eg, at fólk eru ónøgd við at væl vitjaða hotellið, Depilin, sum var útvent og skapti so nógvar ringvirkningar, tí tað tænti túsundum, er steðgað, og í staðin kemur eitt innvent endamál, sum er ein skúli og teir næmingar, sum har ganga. Ringvirkningarnir og avleidda virksemið er steðgað, siga tey, sum eg hitti í oynni.  Á røttum stað hevur Martin Karl gjørt vart við sína støðu, og vit tosa ikki meir um tað, tá hann bjóðar inn í gamla posthúsið, ið nú er stongt, sum rullugardinan í rútinum sigur. Her ætlar hann at móttøkan, receptiónin, í nýggja hotellinum verður. Her er nógv hugfarsligt úr gomlum døgum at síggja, til dømis lyklar í einum tyssi, sum viðskiftafólk í fyrndini kundu lána heim við og finna útav, hvat nummar umbidni lykilin hevði. Í rundferðini síggi eg ein smápakka, sendur við Postverki Føroya frá Skipasmiðjuni í Havn til Bjarna í Skálavík. Summir lutir anga bara av søgu. Vit eru komnir upp á ovasta loft á Mølini at síggja ein Stauningsbát, sum skal verða listarligur partur av móttøkuni, tá hotellið er liðugt. Fyrstu hotellformarnir, sokklarnir, síggjast longu uttanfyri. Eg forvitnist, hvat tað er fyri bátur, tí hetta heitið havi eg ikki hoyrt áður, Stauningsbátur.  - Jú, tað var ein bátur, sum varð bygdur til at føra Thorvald Stauning (1873-1942) í, tá hann var í Føroyum. Stauning var forsætismálaráðharri í útvið sekstan ár, fyrst frá 1924 til 1926, og so aftur frá 1929 til 1942, tá hann doyði 68 ára gamal. Fýra Stauningsbátar vóru í Skálavík, í dag er eingin, men av Strondum er hesin komn aftur higar. Søgan sigur, at hin blindi Dánjal í Nýggjubúð átti hann og altíð róði út við hundi, sigur Martin Karl, og metir at Hammer mennir í Vági hava bygt bátin. Akkurát hvør Hammer, er ikki greitt. - Jú, hetta er ein Hammer bátur, sigur Hanus Jensen úr Skúgvoy. Tá eg spyrji hvørji eyðkennini eru, nevnir Hanus oyruni á bandfetunum, tey smølu knøini, at hann er væl holaður um miðjuna og smalur um æsingarnar.  So fara vit niður undir aftur í caféina. Úr djúpu chesterfield sofuni síggi eg søgulig skúlakort at læra seg heimsins lond eftir, og at skriva fagurskrift við rættari upp- og niðurstriku. Mitt í hesum tíðarlumma, síggi eg eitt nummar av føroyska tíðarritinum Kolon frá 1979. Tað er altíð forvitnisligt at blaða í.     Og so varnist eg hillina við bókum frá farnum tíðum, teirra millum Verdens undergang sum franski Flammarion skrivaði í 1894, og sum kom í danskari týðing longu árið eftir, so bangin hava tey ivaleyst verið fyri tilstundandi aldarskiftinum í nýbygdu handilshúsunum á Mølini og øllum bóklærdum føroyskum húsum tá í tíðini. Heima á Sandi, á Høgnamørk, renni eg meg í sama søguliga Sandoyaráhuga fyri endatíðini, burturrykking, tal dýrsins og útlegging av Opinberingarbókini. Tað er í bókini Et blik paa vor Tid, har skolebestyrer Arnesen í 1916 ávarar norðbúgvar um, at endin er nær: "Al jordisk Kamp og Strid nærmer sig sin Afslutning. Alting lægges hurtigt til Rette for de sidste afgjørende Begivenheder. Lyden af Herrens Dag høres, og Dagen nærmer sig med stor Hast." Tað er Malan Fossaa, sum bjóðar inn til sunnudagskaffi í søguligu húsunum, tey bestu til útsýn í bygdini, sum hon og systkinini eiga í dag. Húsini blivu kend, tá Katrin Ottarsdóttir brúkti tey í filminum Ludo í 2014. Meðan vit fáa ein kaffimunn er kallan til gudstænastu í kirkjuni og breyðbróting í stillum í Zion. Her búði Gunnar Winther (1878-1956), sum var sýslumaður og løgtingslimur fyri Sjálvstýrisflokkin frá 1923 til 1940. Fyri ta tíð var hann varalimur fyri beiggjan, Mads Andrias Winther (1871-1923). Gunnar Winther var giftur við Sunnevu Petersen og foreldur hansara vóru Elisabeth Marianna Mohr úr Hoyvik og Niels Christoffer Winther av Sandi. Her sæst hann í egnari stovu á eini Løgtingsmynd frá 1936. Meðan klokkan ringir og breyðbróting er fráboðað um hornið, er gott at hava vitjað lokalu Rúsuna og fyri fyrstu ferð at hava varnast hetta slagið av altarvíni, sum eg rímiligvís avmyndaði. Eftir at hava sprittað hendurnar undir einum dryppi frá KBI, fæst henda tímiliga vøran, sum er til innvortis brúk, fyri 94 krónur og 50 oyru. Hon kann brúkast alla staðni í oynni og er at finna í vøruskránni undir føroyska heitinum "Kirkjuvín". Sjáldsamt í hesi bygdini, heima á Sandi, eru tey mongu gomlu marglittu húsini, væleydnaðu leiguíbúðirnar hjá Bústøðum við Heimasandsveg mitt í bygdini, og so tey eins snøggu og nýbygdu summarhúsini, sum smápartafelagið Byrgið, tað er ArtiCon, hevur bygt handan sýnina, við Klovningastein, tey rópa. Alt samalt ítøkilig dømi um eina oyggj, sum stendur fyri eini øgiligari framgongd, beint øvugt av teim tíðindum, vit vanliga hoyra úr Sandoynni um fráflyting og fátækaváða. - Her, sigur hann, veðrurin við Søltuvíkarvegin heima á Sandi, sum eg niðan frá Gróthúsvatni fokuseri á og klippi til, nú teir eru á fjalli, so hann passar til høvið. Og rætt hevur hann, veðrurin. Her, mitt í blómandi grønskuni á flatastu oynni, sum er næstan ruddað fyri grót, hvar tú so gongur ella koyrir, er ikki bara Gívrinarhol, men eisini ábundni steinurin, sum børn halda verða so stuttligan at taka í, serliga bróstini og føturnir undir skjúrtinum. Tað var her, at Hammershaimb skrivaði søgnina um Gívrina, sum William Heinesen endursegði og sonurin, Zakarias Heinesen, teknaði fyri Grafia í 1967.  Hetta er landbúnaðarøki burturav og við Veltuni, Eplafestivalinum og Mat og Moldmentanarháskúlanum í Ísansgarði hava tey í Sandoynni dugað framúr væl at skapt áhuga fyri tí, sum jørðin kastar av sær, ja í so stóran mun, at heysttakkarguðstænasta hevur verið í kirkjuni, har takkað verður fyri ávøksturin, so sum sálmurin Nú hvíta tindar , so vakurt staðfestir í fimta ørindi: Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav av bøi og av fjalli, og alt, sum ført varð yvir hav, og tað, sum er í hjalli. Nýggjasta er, at Miðstovugarðurin og Veltan eru komin eftir, at ullin, sum fyrr varð brend, kann brúkast sum tøð í eplaveltunum. So er bara ein túrur eftir til Søltuvíkar, har flogvøllur einaferð varð teknaður og nevndur sum ein møguleiki í Framtíðarføroyum, eins og við Toftavatni og á Glyvursnesi. Tíbetur eru Føroyar ikki so framfýsnar at fáa sær ein nýggjan flogvøll í okkara tíð, men heldur undirsjóvartunlar at binda landið saman í skilagóðar eindir, so flytførið verður maksimalt fyri mest møgulig í tí partinum av landinum, sum skynsamt kann knýtast saman. Tað sæst skilliga, at arbeiðið við undirsjóvartunnlinum fyllir nógv í Sandoynni. Longu umborð á Teistanum eru flestu dagligu ferðir útseldar, kanska tí at leki er í tunnlinum beint nú, og sement í hópatali skal førast um Skopunarfjørð. Men eisini á smala og krókuta Søltuvíkarvegnum sæst áhugin fyri Sandoynni aftur. Eg møti seks bilum á teininum, og tá havi eg ikki talt tríggjar parkeraðar bilar á endanum við. Koyrir tú til Søltuvíkar vil eg ráða til at fara í lítlum bili, so lítlum, sum tilber, og at verða vandur í at bakka fyri mótgangandi ferðslu og finna smidligar loysnir at møta bilum. Tað gjørdu allir bilførarar, eg møtti, og kanska vóru útlendingar í fleirtali. Í Norðoyggjum móti Viðareiði og í Suðuroynni móti Sandvík havi eg møtt so ágangandi lokalum bilistum, at eg fari neyvan aftur á tær leiðir í bili. Her eru nakrar myndir frá túrinum til Søltuvíkar. Og so eru stundir at fara heim aftur av Sandoynni eftir eitt hendingaríkt vikuskifti í oynni, sum um tvey ár verður mest sum ein partur av Havnini og Suðurstreymoy. Hvussu tann samanbindingin fer at rigga, er tað eingin sum veit við víssu, hóast nógv skriviborð og excelørk hava bent á ymiskt.  Veruleikin hevur tað at yvirhála fiktiónina, til dømis í húsaprísum, so nú er bara at vóna, at Sandoyarfiktiónin fer tann betra vegin og ikki tann dapra undirgangsvegin, sum bókasøvnini hjá mentafólki bóru boð um fyri meir enn hundrað ár síðan í somu oyggj.  Livst so spyrst.  Hetta er besta máltíð til og úr Sandoynni - og so eru tvær myndir til havs, onnur bjørt og hin grátt yvir grátt, so langt eygað sær. Sýnið er títt! Til endans fer styrkin í upplýsing at vinna  - Vit mugu standa saman um at vísa á, at til endans fer styrkin, sum er í upplýsing, altíð at vinna.  Soleiðis skriva blaðstjórarnir á fýra teim fremstu avísinum i Norðurlondum í einum mótmælisskrivi í morgunsólini til kinesiska Xi Jinping, ið sæst omanfyri, og sum síðan 2012 hevur verið leiðari í kommunistaflokkinum har í landinum.  Ørindini eru, at í dag fyllir flokkurin hundrað, og orsøkin til sjálvt skrivið er manglandi pressufrælsið í Hongkong, har avísin Apple Daily er stongd og myndugleikarnir hava tikið ræði á Radio Television Hong Kong. Sama hevur verið gjørt í Russlandi í áratíggju, har kritiskar avísir hava verið stongdar, tí ventilatiónin ikki riggar nóg væl, ella tí at brúkaralisensir til telduforrit ikki vóru nóg mangir.  Ikki fyri at hálova heimligu pressuni á nakran hátt, hon er á reyvini sum aldri áður, men samanumtikið skulu vit prísa okkum lukkulig, at einaræðisábendingar so sjálvdan vísa seg í okkara landi. Men tað kemur fyri.  Umframt donsku avísina, Politiken, sum hevur tikið stig til mótmælisskrivið til landið, har sólin rísur, eru tað norska Aftenposten, svenska Dagens Nyheter og finska Helsingin Sanomat, ið standa saman um orðingarnar.  Hyggja vit í heimskortið hjá Námi, so síggja vit eisini, at totalitera Kina tilskilar sær ta makt, at Taivan verður 23. kinesiski landsluturin. Tað er undir yvirskriftini at teir fýra fríu norðurlendsku blaðstjórarnir skriva til kommunistiska Kina. Bløðini lova, at tey nú fara at leggja størri dent á at lýsa støðuna í Hongkong, sum blaðstjórarnir siga í morgun. Teir enda við orðunum. Úr supermaktini Kina er longu komið svar. Tað er Victor Zhikai Gao, universitetsprofessari, sum svarar. Í stuttum sigur hann við norðurlendsku blaðstjórarnar, at "tit liva í eini fantasiverð!"  Henda myndin er av forsíðuni á norska Aftenposten í morgun. Ute Wieland vitjar Føroyar - Angin í føroysku luftini er so hugtakandi, at eg kann smakka tað grøna grasið, sum týðuliga er í luftini, sigur ein bergtikin Ute Wieland og nevnir bleyta ljósið og skýggini undir bláa himmalinum. - Og so eru tað fólkini, vit hava møtt, sum eru so løtt at koma í samband við. Hvønn dag hava vit møtt spennandi fólki, fiskimonnum, sum hava verði við Labrador, ein grønlendingur, sum gjørdi okkum fiskasúpan og so útlendskir tónleikarar, sum vitja her. Ute Wieland (f.1957) er týskur filmsleikstjóri, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Síðan týsdagin hava hon og maðurin, Frank Polosek, ið er framleiðsluleiðari, tá hon ger film, koyrt við bili í oyggjunum. - Fyrst í Tjørnuvík, har vit hittu spennandi fólk, sum høvdu opnað eina kafé við góðari fiskasúpan, og í dag vóru vit í Klaksvík og á Viðareiði. Vit eru bæði hugtikin av arkitekturinum og landslagnum, sum fella so væl saman, serliga tey svørtu húsini upp móti øllum litunum á hinum húsunum. - Hiðani er míni foreldur, sigur Ute og peikar á Friedenstal tætt við Odessa við Svartahavið á týska globussinum í Námi. Í dag er tað í Ukraina, sigur hon meðan maðurin fotograferar okkum og sendir mær ein meyl við myndini. Stutt er millum heimarnar. Ute, sum býr í Berlin, er útbúgvin á Ludwig Maximilians Universität og Hochschule für Fernsehen und Film í München. Vitjanin er partur av altjóða vinninginum á Nordic International Film Festival í Scandinavia House í New York í fjør, tá Ute fekk fyrstu virðisløn, Best Narrative Feature, fyri coming-of-age filmin Tiger Milch . Tað er Visit Faroe Islands, ið hevur latið vinningin, sum er ferð og uppihald í Føroyum í eina viku. Tiger Milch byggir á skaldsøgu hjá týsku Stefanie Mühlhan (f.1978). Undir navninum Stefanie de Velasco hevur hon ein cameo-leiklut sum sjúkrasystir í filminum, sum er søgan um tvær vinkonur, sum umframt alt annað eisini hava serskildan tokka til mjólk, konjakk og fruktdjús - tilsamans Tikaramjólk. Tikaramjólksvinkonurnar eru Nini (Flora Thiemann) og Jameelah úr Iran (Emily Kusche), sum búgva í einum arbeiðarbýlingi í Berlin. Meðan tær eru upptiknar av sex, kærleika og rúsevnunm, varnast tær eitt morð og søgan fær eina nýggja vend. American Cinematique segði soleiðis um filmin. Við á filmstevnuni í New York var eisini svenska Isabella Eklöf (f.1978), sum við filmin Holiday varð kosin besti leikstjóri. Filmsfelagið vísti filmin í november í fjør. Tað er ein av bestu filmum eg havi sæð í fleiri ár, tí hann vísir á eitt nýbrot at siga søgur á filmi. Orsøkin er helst, at leikstjóri, handritahøvundi og høvuðsleikari eru kvinnur, sum ikki leggja petti í at vera politiskt korrektar, men velja at siga eina harðrenda mafiasøgu, sum vit higartil bara kenna frá aldrandi monnum sum Martin Scorsese (f.1942). Søgan gerst teirra egna og verður eitt spesifikt kvinnuavrik, sum til dømis í Dronningen . Danska Jeanette Nordahl (f.1985) ger tað sama við søguni hjá Ingeborg Topsøe í nýggja filminum Kød og Blod , sum verður frumsýndur næsta ár við Sidse Babette Knudsen í høvuðsleiklutinum sum mafiamamman Bodil á Amager. Tað tykist sum um ungu kvinnurnar nýdefinera og tí eiga ein nýggjan part av mest spennandi filmisku framtíðini á okkara leiðum. Ute Wieland arbeiðir í løtuni við sjónvarpsfilminum Saat des Bösen eftir søgu hjá Tanju Weber og biografilmunum Paradise Lost eftir egnari søgu og Reusenheben eftir stuttsøgu hjá gamla Wolfdietrich Schnurre frá 1949. Frank Polosek tók myndina í Berlin av Ute Wieland niðanfyri. Danskt vín á ólavsøku Einki er sum fyrr. Tað mugu vit sanna við bláa borðið hjá Peturi Háberg ovast í Áarstovu. Borgarstjórin vil hava okkum at halda ólavsøku heima í túninum, og vilt tú keypa eina føroyska øl til høvið, so er tað sum amen í kirkjuni, at bara Føroya Bjór eigur hana, okkara føroysku, eisini tá fremsta søluvøran eitur Norðlýsið. Einki er sum fyrr. Meðan marknaðarkreftirnar eru stutttíðarbundnar at dagsins profitti, eru tær kreftir, ið skapa hitan í luftini og laga vánir til gróður á sjógvi og landi, av meiri varandi slag, ikki bara her hjá okkum, men á allari klótuni. Vit kunnu siga, at veðurlagsbroytingarnar, ið vit hava hoyrt serliga nógv um síðan túsundáraskiftið, eru komnar fyri at verða. Tí bar til við bláa køksborðið á ovastu hædd í Áarstovu heima í Havn at smakka brúsandi vín úr Kolding í Danmark, sum er norðasta góðkenda vínmark í Evropa við egnum tignarheiti fyri uppruna, appellatión, tey rópa. Vínbóndin, Sven Moesgaard, ger vart við at sjáldsama vínmarkin kallast Dons og at vit eru í Almind við Kolding. Terroir kalla tey gróðarbotnin og økið, har vínviðurin stendur. - Eftir at vit byrjaðu við borðvíni uttan árstal og slag av drúvu í 2001, er hetta fyrsti alment góðkendi vínbóndagarður við autorisatión í danska ríkinum, sigur Sven og leggur afturat, at eingin vínbóndagarður her um leiðir hevur fingið so nógvar virðislønir, og at hetta er norðasta vínmarkin í øllum ES. - Týdningarmest er, at hetta er einasta øki við sertifiseraðum góðskumerki, BOB, sum vit fingu við afturvirkandi kraft í 2018, og stendur fyri Beskyttet Oprindelsen Betegnelse, ið svarar til franska AOC. Tað er bobluvínið, sum hann kallar fína brúsandi hvítvínið, og so staðbundna vínið, sum í 2005 fekk frámerkið Beskyttet Geografisk Betegnelse. Hesi bæði hvítu vínini frá Skærsøgaard standa í dag til smakkroynd á ólavsøkuborðinum í Áarstovu. - Hetta er øgiliga grønt, semjast vit um kring bláa borðið. Lætt stikkulsber og ein feril av italskum víni. Hugtakandi at ein drúva kann yvirliva í norðurlendska kuldanum, siga tailendska Wi Ounsa, sum er høvuðskokkur á matstovuni Tarv, og danska Esther Nemery, sum er leiðari í Skeiva Pakkhúsi. Vit nikka kring borðið eftir at hava smakkað økisvínið úr Jútlandi, Solaris Classic 2019. - Her eru nógv miniralir, men eftirsmakkurin er ikki so drúgvur. Hetta er gott vín til hummara, grønmeti og høsnarunga. Og so er avgerandi at leggja til merkis, at vínið opnar seg serstakliga nógv við hitanum, fer tað upp á tólv hitastig. Kanska drekka vit so gott hvítvín ov kalt. Tað er altíð ein javnvág at taka støðu til, hvat hóskar seg best. Til dømis er góður toskur generelt meira krevjandi, enn teir rættir, vit hava nevnt, sigur Wi. So kemur hin brúsandi grøna frá Skærsøgaard, cuvée brut 2017, við sertifiseraðum hágóðskuvíni frá danska økinum DONS á borðið. Drúvurnar eru Solaris, Orion og Madeleine Angevine. Brúsandi vínið, sum er 12%, er gjørt eftir tí tey rópa méthode traditionelle, gerað á fløsku í minst níggju mánaðir. Perlandi turt, angi av blómu og grape, við góðari fyllu og turrum eftirsmakki uttan at fruktsýran verður ágangandi. Lætt og elegant, so sum tað sømir seg einum tjóðskaparligum hátíðarborði. Eg hevði farið í sloyfu afturvið hesum brúsandi ólavsøkuglasi. - Hesi bæði hvítu vínini frá Skærsøgaard verða heilt vist at síggja á matskránni hjá okkum heima í Havn, sigur John Mikkelsen, matstovuleiðari væl nøgdur. So til Jens Michael Gundersen, sum sæst á myndini niðanfyri, og eitt vet av danskari vínsøgu kring navnið Nordlund. Sven Moesgaard er fegin um at síggja søguligu myndirnar eg tók av vínbóndanum Jens Michael Gundersen í Nordlund í Avedøre fyri útvið tjúgu árum síðan. Ikki visti eg at hann doyði bara 53 ára gamal í fyrrárið, Jens Michael. - Seinastu tretivu árini er hitalagið í Danmark hækkað við 1,5 stigum í miðal, men við stórum lokalum frábrigdum. Týdningarmesta er tó, hvussu nógvir vakstrardagar eru uttan frost frá um várið og til heystið. Henda grøna vakstrartíðin er nú longd við trimum vikum, sigur Sven ikki sørt fegin. - Gamaní hava tit fá frukttrø og tey búnast sjálvdan. Men eg havi hoyrt frá Nils Malmros, at hann hevur bitið í eitt føroyskt súrepli og at smakkurin var himmalskur. Frábrygdini, nyansurnar, í frukt og víni tykjast at økjast og fjøltáttast í so avbjóðandi umstøðum, sum tykkara í Føroyum. Sløg av vínum eru, sum eru rættuliga harðfør. Eg vil viðmæla tykkum at royna við franska slagnum, ið rópast Leon Millot, sum veksur væl í Noregi. Drúvan kann eisini turkast og fáa eina høga sukurkonsentratión. Kanska kann drúvan dyrkast og fáast at vaksa á góðum úrvaldum støðum í Føroyum. Eg brúki drúvuna til reyðvín, rosé og heitvín av port-slagnum, so tit kunnu smakka hjá mær, sigur Sven. Wi Ounsa tekur undir við broytingini í hitalagnum, sum hon hevur merkt við tað, at stór veðrakrov ikki eru turr í mai, sum var vanligt fyrr, men heldur í juli. - Og turra kjøtið, sum vit hava kent tað, og ræsing eisini, verða kanska ein sagablott um fimtan ár, heldur Jóhan Mortensen, sum er íverksetari og knýtir saman altjóða træðrir í matgerðarlist heima í Havn. - Tá fer kanska onkur at royna seg við føroyskum víni, heldur Jóhan og nevnir hvítleykin heiman av Sandi sum dømi um vakstrarligt nýbrot av veðurlagsávum. Wi nikkar og ímeðan plingar telefonin og ger vart við fyrstu bílegging til dagin við bankatoski næsta ár. - Tað var ein amerikanari, sigur John Mikkelsen, matstovuleiðari heima í Havn.    At gista umborð á Havborg Sunnudagin var eg í Hvannasundi í sambandi við barnadóp, tá sonur Honnu Poulsen og Villy Joensen fekk navnið Bogi. Eftir hugnaligu løtuna í kirkjuhúsinum frá 2016, sum Mayfinn Norðoy teknaði, og sum er bygt sunnan fyri kirkjuna hjá H.C.W. Tórgarð frá 1949, varnaðist eg, at runda kirkjuhúsið gamaní eisini hevur ein farra av stýrihúsi, tá eg gangi runt um tað. Gekk síðan eftir gøtuni suður móti gomlu bryggjuni at taka nakrar myndir av tveimum stýrihúsum, eg allan dagin hevði varnast, har tey standa og daga upp móti havsbrúnni. Á sløttum sundi, millum høgu fjøllini, tyktust tey sett sum vartekin fyri mansins binding til havið og ta úrtøku, sum ein heil bygd hevur fingið og enn roynir at knógvast við. Alt tað, sum er úr havinum og knýtt er at tí. Havinum. Bleiv so mikið forvitin um hesi bæði stýrihúsini, at eg fór at spyrja meg fyri, hvat hetta var. Møtti Katrin Margretu Næs, sum er úr Havn, og manninum, Palla Simonsen, sum er higani úr Hvannasundi, har tey búgva beint omanfyri gomlu atløgubryggjuna. Jú, tað er dótturin, Hallgerð Akurstein, sum hevur funnið uppá, sigur pápin, og leggur afturat, at hon eisini útinnir tað, sum hon setir sær fyri. Eg spyrji hana, um hon sjálv hevur funnið uppá hetta við at gista í einum stýrihúsi millum hav og land? Ja, hugskotið er mítt egna, sigur Hallgerð. Tað er gamalt, men nýliga setti eg í meg, at nú skuldi tað vera, áðrenn onkur annar fór við hugskotinum. So vit fóru at hyggja at stýrihúsum. Tá ið tað so bar til at fáa stýrihúsið á Sundenni, sum jú er bygdur av ungum monnum í bygdini í 1972, haldi teir kontraktaðu hann í 1969, so fekk eg blóð upp á tonna. Tí søgan um Sundenni er jú søgan um ungar íverksetar, sum valdu at byggja ein stóran útróðrarbát í Føroyum. Babba var 22 ár og hinir vóru yngri, sigur Hallgerð. - Vit fingu so eisini Havborg, sum nógvir menn í bygdini hava trolað á landleiðini við, so fóru vit í gongd við tað fyrst. Vit hava skrætt alt innan úr stýrihúsunum og bjálvað og plátað og málað, og síðan innrættað tað í maritimum stíli. Og í dag stendur tað liðugt. Stýrihúsið á Havborg. Eg síggi at ein sera vælnøgdur gestur úr Baton Rouge í Louisiana hevur gist her. Lovorðini troyta ikki. Hugskotið er, at talan er um eitt sterstakt soviupplivilsi, sigur Hallgerð. Tú kennir kanska til tree houses . Altso stýrhúsið hevur bara eitt kamar, so har er ikki nógv pláss, og man skal ganga tjúgu metrar niðan til eitt vesi við brúsu og eitt lítið rúm við einum lítlum køki. So tað er ikki júst luxus, men hinvegin er upplivingin heilt unik. Gestirnir siga, at har er fantastiska friðfult og friðaligt at sova. - Nú ynskja vit at fara í gongd við Sundenni næst, og ynskja okkum eisini eitt hús afturat. Vit eru byrjað at leiga gjøgnum airbnb , tí har er eitt forum til serligar yvirnáttingar, men annars hugsa vit enn um marknaðarføringspartin. Tá ið vit gera alt sjálvi, so má tað vera stig fyri stig, sigur Hallgerð. Meðan Havnin ikki sær annað ein rísastór cruiseskip og ilskast inn á túsundir av ferðafólki, sum órógva og fylla havsbrúnna, eru tað sanniliga einstaklingar á bygd, sum skapa tað unikka og autentiska. Tá fremmanda hópferðavinnan skjótt man fara at halda uppat, verða tað hesir staðbundnu íverksetarar úti um landið, ið sita eftir við tí haldgóða, ið hevur virði, tí tey seta varandi menniskjansligu upplivingina, og ikki hastiga mammon undir hentleikaflaggi, í sentrum. Tað eru einstaklingar úti um landið, sum greitt greiða gøtuna og bjóða forvitnum ferðandi at sova í puppum í neystum, eta í konverteraðum sláturhúsum og nú eisini at gista í søguligum stýrihúsi í Hvannasundi. Tað er einstaklingurin, ið skapar varandi virði, sum hin vitjandi varnast. Soleiðis er tað. Uppfinningarsamur morgunmatur Nýggj gongd í summar er at dyrka morgunmatin, sum á enskum eitur breakfast , og víðka so mikið um hann og borðreiða eitt vet seinri, so vit nærkast lunch , døgurðatímanum, og tí borðreiða við brunch , so vit fáa bæði breakfast og lunch, sum orðabókin kallar miðmáli, og eg ikki kann taka í mín munn, miðmáli, sum máltekniskt verður settur á borðið tá døgurðatímin plagdi at verða.  Men nú bert heilt fá í stórbýnum eru heima á middegi og enn færri hava døgurðatíma, tað er ein frítími frá arbeiði at eta døgurða heima mitt á degi, so fellur hin upprunaligi døgurðatímin burtur úr munnligu arbeiðarasøguni í Havn. Síggi á blogginum, at í 2011 kemur orðið brunch fyri, tá vit hava ruddingardag í Tórsbyrgi. Árið fyri hevði eg etið brunch í nýopnaðu Áarstovu, har Jákup Pauli gjørdi matin og Kathy borðreiddi, og tvey ár undan, tað er í 2008, hevði eg roynt gospel brunch ein sunnudag í Harlem, New York. Brunch er altso at víðka um morgunmatin, kanska við eini serstakari uppliving, sum henni í Harlem. Heima í Bringsnagøtu, sum er markið millum gamla søgubýin úti á Reyni og Havnina, sum vit kenna hana í dag, er matstovan Katrina Christiansen farin at leggja seg eftir brunch í juli, nú koronastongsilin er um at sleppa takinum á niðurbundna býarlívinum. Myndin omanfyri er frá brunch hjá Katrinu 10. juli. Millum klokkan hálvgum ellivu og hálvgum trý bjóða tey eina ørgrynnu av smárættum, ið møta nútímans brúkarakrøvum sum at verða veganskir og uttan gluten. Tjúgu rættir eru í at velja, og tú kanst seta saman eina skrá við fimm ella sjey smárættum, sum kosta ávíkavist 149 ella 179 krónur. Smakkurin er góður, serliga lítli bollin við tríkornagreyti, til høgru fremst fyri á myndini omanfyri, og reyða djúsið úr melón og agurk. Einasta mær ikki dámdi var stokti soppurin aftur við egginum. Í hesi samansetingini skal rindast fyri baksturin, sum var hann ein rættur fyri seg. Sama er galdandi fyri djús og kaffi, og samantalt verður tað ov nógv. Umami, sum er í maritima umhvørvinum undir Bakka í Vágsbotni, bjóðar eisini brunch um somu tíð. Sum sæst á myndini omanfyri, verður alt borðreitt á einum borðiski til tín við djúsi, og so kaffi, breyði og smøri so nógv sum tú vilt hava uttan eykarokning. Tú sleppur undan tí gimmick, sum er at fylla út ein seðil við akkurát tínum ynskjum, og ert fulkomuliga í hondunum hjá kokki og servering. Tað dámar mær munin betur, ikki bara tí at tað er persónligari, men eisini tí, at tað er ódýrari, tilsamans 169 krónur og ikki meir, samanborið við 149 ella 179 krónur umframt 30 krónur fyri kaffi og 49 krónur fyri djús, og at breyð í førunum hjá Katrinu er ein eind, ið rindast skal fyri. Síggja vit burtur frá prísmuninum, stendur eftir ein borðiskur, ið professionelt er settur saman til mín hesa middagsløtu í Umami. Kann verða at júst henda persónliga tænasta í hesi intimu kafé við bryggjuna elvir til, at henda borðreiðing smakkar mær betur enn hin, har eg sjálvur skuldi velja, dag um dag í sama býi. Havnin er ein kosmopolitiskur býur, ið nú ger seg kláran at møta ferðafólki á einum tiltalandi góðum og individuellum støði. Og tá vit nevna ferðafólk sum málbólkur, skal eisini havast í huga, at í ár eru vit mong, sum ferðast í egnum landi. Er veðrið til vildar, er brunch ein frálík uppliving og byrjan hjá teimum, sum vilja fara ein túr út á dagin. Ert tú í bili, so er lagamanni at koyra til eina bygd, har brunch kann njótast næsta dag. Brunch er eitt nýtt støði at síggja og uppliva landið. Ovara myndin sýnur brunch hjá Katrinu og niðara myndin sýnir brunch hjá Umami 7. juli í ár. Grønska Í hesum døgum er bøurin grønari enn nakrantíð. Ert tú heppin, og bøurin enn ikki er sligin, so kann grøni liturin skjótt verða so mettaður, at hann minnir um blátt. Hesar tíggju myndir vórðu tiknar sunnudagin í Funningi. Grønu myndirnar verða í onkrum føri brotnar og perspektiveraðar við reyðum liti. Olivia Rodrigo Poppmusikkur er ikki deyður. Tað uppdagaði eg í dag. Miðlarnir, har eg heinti vitan um tónleik, fyrr vóru teir føroyskir, men nú eru teir allir útlendskir, søgdu mær í dag søguna um eina átjan ára gamla kaliforniska gentu, Olivia Rodrigo, sum skal hava stolið eitt gittarriff frá Elvis Costello sanginum Pump It Up av plátuni ”This Year’s Model” frá 1978, og brúkt tað, gittarriffið, í egna spildurnýggja sanginum Brutal á plátuni ”Sour”.  Heldur enn plagiat vil eg kalla tað foredling, enntá við meirvirði í skapi av einum dagførdum Nirvana teenage angst ískoyti. Framúr sangur, Brutal. Meðan eg lurti eftir sanginum á Spotify, og næsti sangur á plátuni hjá Oliviu Rodrigo byrjar, hann eitir Traitor, undrist eg yvir, at ákæran um plagiarismu ikki er fallin á henda sangin í staðin, Traitor, sum leggur seg greitt upp at klassikaranum What’s so Funny ’bout Peace, Love and Understanding hjá Nick Lowe frá 1974.  So uppdagi eg at sama unga sangarinna, Olivia Rodrigo, sum er kend frá Disney, hevur hermt eftir Courtney Love í einum sangleiki, og á promotion plakatini fyri aktuellu Sour konsertferðina, The Sour Prom Tour, hevur unga Rodrigo sett seg í sama stað sum aldrandi Courtney Love gjørdi í 1994 á LP húsanum ”Live Through This”.  Ein grátandi prom queen, sum hevur lagt sær maskara, ið natúrligvís er farin at renna, maskarain.  Nú hevur Olivia Rodrigo endurtikið støðuna. Men Courtney, sum var gift Kurt Cobain, heldur seg eiga motivið og støðuna.  Og so er tað søgan um at stjala gittarriffið hjá Costello, sum eisini hevur sungið áðurnevnda sangin hjá Nick Lowe. Vit ferðast í ógvuliga avmarkaðum umhvørvi.  Elvis Costello, sum útvið hálva øld hevur verið og enn er ein av fremstu plátuskøldum sigur, at soleiðis er poppur, og stuðlar Oliviu Rodrigo fult út við at nevna Too Much Monkey Business hjá Chuck Berry frá 1956, sum var grundarlagið undir Subterranean Homesick Blues hjá Bob Dylan í 1965.  - This is fine by me. It's how rock and roll works. You take the broken pieces of another thrill and make a brand new toy, sigur Elvis Costello við bæði BBC og Sky News.  Tað er eitt góðskumet uttan líka, sum hin unga Rodrigo hevur fingið frá tí aldrandi Costello. Hóast koronu fær man hug at fara á konsert aftur og leggja eina nýggja plátu á gamla plátuspælaran.  Hvat heldur tú? Hevur rocklyrikkur, plátuskaldskapur, nakran týdning, tá vit bera saman við kanoniserað yrkingasøvn á høvuðsmálunum?  (Myndirnar eru pressumyndir frá AP) List í Havn ger mun Her er Føroyabilurin til øll tálghøvdini mitt fyri ovast í tilboðsúrvalinum í Havn. Hann er umhvørvisvinarligur og koyrir bara uppá litir. Landelskarin Tóroddur úr kajkioskini á havnarlagnum í Havn er ein støðug inspiratión, hóast hann hevur búð í Keypmannahavn næstan alt tað eg minnist. Eftir nærum hálvthundrað bøkur er hann enn ein ótømandi orkukelda við nýggjum orðum og mjúktsatiriskum sipingum til fyribrigdi í føroyska gerandisdegnum. Við inngangsorðunum Júst her byrjar dreymurin eru fjøruti spennandi verk at síggja á improviseraðu veggjaplátunum í Perluni, prent, vantlitir og oljupastell. Opið er til og við 18. juni. Bilisman fyllir mest í løtuni og er ein góður avloysari, ella bara ískoyti til súklurnar, sum mólu í ring. Eitt áminnandi grafiskt mynstur. Ein mantra, kanska lík tí stevi, sum kvøðarar koma í, tá teir eina heila ólavsøkunátt hava dansað í ring og okkurt uttanjarðiskt setur í oyrað. Men skipini við konteynarum eru nýtt myndaevni, knossandi av dekkinum og heilt til himmals í øllum forbrúkslitum, eitt sindur møðsamt markantari kvadratiskir enn rundleittu bilarnir, ið organiskt skriva seg inn í popp art fatanina av hópframleiddum bilum, sum uttan annað frábrigdi enn litir, og føroyska Merkið eru fulkomuliga reindyrkaðir, sum vóru tað eplaprent fyri børn, reindyrkað til júst hetta høvið. Framúr fullgjørt. Men hølið í Perluni er en undarligur staður. Við síðuna av funktionelt restaureraða og akustiskt góða Reinsaríinum, er Perlan tað bera Fyribilsni, fyri at brúka heitið á nýggjastu útgávuni hjá Tóroddi. Perlan er so fyribils í øllum framtóningum, at hon er trupul at brúka til framsýning við myndlist, sum er í siðbundnari rammu at seta á veggin. Tá eru hølini hjá Steinprenti á Skálatrøð av øðrum slag. Elegant og estetiskt hvílandi í sær sjálvum, uttan at órógva, men við einum ljóskastara, sum henda dag kundi verið bendur rættari á høvuðsmyndina hjá Bárði. Miðbýurin er spennandi við hesum báðum listaframsýningum, har Tóroddur í míni fatan er avgjørt leiðandi navnið, hóast onnur eru við í Steinprenti. Og gongur tú millum støðini, skalt tú gjøgnum Vágsbotn, har kommunan buldrar og byggir, nú bryggjukanturin fram við sølutorginum undir Bryggjubakka skal víðkast. Men borgarstjórin lovar, at innan ein mánað, í seinasta lagi hin 12. juli, er alt arbeiðið liðugt. Tá valdar aftur friður í Vágsbotni, og fólk kunnu hugna sær, lovar borgarstjórin. Og, sigur hann, nú er bummur settur upp, so bilar uttan ørindi, sleppa ikki at koyra tað absurdu leið úr Vágsbotni og út móti Skinnaraskeri á fýra hjólum longur. Sig so tað. Eg loyvi mær tann tanka, at framsýningin hjá Tóroddi, har hann so greitt setur brúkaratvungnu føroysku bilismuna ovast á satiriska breddan, ger mun. Eitt mark er fyri, hvussu langt bilisman skal sleppa at ota seg fram í tálghøvdaoyggjum. Hvør í sínum lagi tykjast bæði listamaðurin Tóroddur og borgarstjórin Heðin at verða samdir um júst tað í Vágsbotni í dag. List í Havn ger mun.   Hvar er Anna Frank? Ja, spurt verður í nútið, tí loyniliga vinkonan, Kitty, hevur stolið heimsins kendastu dagbók, hana um Onnu Frank, á minnissavninum í Amsterdam.  Ein filmur, sum verður frumsýndur í Cannes í hesum døgum, er gjørdur um balstýrnu Kitty, sum 70 ár seinni vaknar upp á savninum, har hon hevur brotið inn. Sannførd um at Anna Frank er á lívi, fer hon út í verðina at spyrja flóttar, um tey hava sæð Onnu Frank.  Filmurin er hin fyrsti, sum Anne Frank Fonds í Basel hava stuðlað.  Hvar er Anna Frank er ein annarleiðis og meira hugdjúp missión, enn hon hjá Charles Bronson og Rambo, sum eisini leita, oftast eftir einoygdari hevnd. Í heimsins kendastu dagbók lesa vit um Onnu Frank, ið varð send til Auschwitz. Minni kend er søgan um foreldrini hjá ísraelska filmsleikstjóranum, Ari Folman, sum sama dag vórðu send í somu týningarlegu.  Folman hevur gjørt ein nútíðar animatiónsfilm um Kitty, hugsaðu vinkonuna hjá Onnu Frank, har hon heldur dagbókina upp móti flóttafólkum og teira støðu í heiminum í dag.  - Hvar er Anna Frank í øllum hesum meldrinum, spyr Kitty, sannførd um, at finna vinkonuna.  Hvar er Anna Frank er ein familjufilmur við 9 ára aldursmarki, sum varir 90 minttir, við enskari, franskari og niðurlendskari talu.  Ari Fohlman hevur fyrr gjørt nógv rósta animatiónsfilmin Vals Im Bashir, har hann fyri vaksnum áskoðarum minnist aftur á tíðina, hann var hermaður í Libanon í 1982. Hvørt ár kemur nýtt tilfar um Holocaust og onnur fólkadráp.  Danska forlagið Lindemann og Ringhof gav um dagarnar út bókina Skibet fra Helvede við ósagdu søguni um 345 kz flóttar úr Stutthof, sum eftir krígslok reka inn á Møn.  Netflix vísir í hesum døgum Oscarvirðislønta heimildarfilmin frá 1998 The Last Days.  At fólkatýning ikki bara er knýtt at einum fólki, verða vit mint á mest sum hvønn dag.  Serj Tankian, sum spælir bass í System of a Down, hevur lovað abbanum aldri at gloyma fólkamorðið í Armenia. Herfyri helt hann lyftið í sendingini Hard Talk í BBC.     Á undirvísingarportalinum Snar er temasíða um holocaust, sum støðugt verður dagførd við nýggjum tilfari. Nám skipar hvørt ár fyri Holocaust degi hin 27. januar. Í ár var Skúlin við Streymin vertur fyri einum stroymdum tiltaki, sumsæst á temasíðuni, og næsta ár verður Skúlin á Tvøroyri vertur fyri Holocaust degnum, ið verður stroymt úr Salt til skúlarnar hin 27. januar í 2022. Nýbrot í høvuðsstaðnum Meðan tað á hásumri verður arbeitt av grimd í Vágsbotni, har standmyndin av Nólsoyar Páll einaferð stóð, og út eftir smala kantinum undir Bryggjubakka, er Skinnarasker byrgt av - tí ternurnar eiga.  Tað má vera besta burturbragd, avleiðingsmanøvra, í Havnar søgu.  Ikki tí, átakið er framúr, og er ikki sæð fyrr. Í so máta má mann siga, at allur bati bøtur, hóast skeltingin er nakað improviserað.  Men borgarstjórin skal eiga, at hann enn er sami action maður sum fyrr. Framúr fyri Havnina, tí eingin annar arbeiðir fyri hana, Havnina, sum øll elska at hata og eingin verjir, uttan hann.  Men tankin um at verja ternuna, sum reiðrast á ytsta tanga, beint uttanfyri elsta bryggjukantin í býnum, er nú gróðursettur og má førast víðari. Eitt nú við at seta okkum sjálvi, havnarborgaran, í ternunnar stað, so vit verða vard fyri bilum. Heilt av Skinnaraskeri, inn í Vágsbotn og út á Skáltrøð.  Hugsa tær, at borgarin varð vardur fyri bilum á hesi miðhavnsku farleið við kaffistovum, bátum, sølufólkum við fiski og fugli, ókeypis býtisbókum - og ongum bilum!  Hugsa tær, at borgarstjórin í Havn nú hevði dirvið til at seta ikki bara ternuna, men eisini menniskjað í sentrum í framtíðar býarmenning eftir smølu álini fram við bryggjukantinum í hesum parti av Havnini.  Teknistovan hjá Henning Larsen, ið leingi hevur havt føroyskar medeigarar, hevur langt síðan hugsað tankan um, hvussu menniskjað kann taka aftur tey virðismiklu miðbýarpláss, sum bilurin hevur tikið og lagt undir seg hesi farnu hundrað árini og meir. Í besta lagi bara til at parkera, annars bara til at osa og forstýra øll onnur, enn tann eina, sum situr við rattið og tross devilin skal fram, heilt út til Skinnarasker, har ikki slepst longur, er hann í Havn. Hvat sjafførurin skal har úti, er mær enn ein gáta. Nær vart tú síðst í Saksun? Soleiðis varð eg spurdur nú ein dagin. Orsøkin var portrið, sum Kringvarpið umrøddi bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Bóndin, sum eigur portrið, sást tó ikki. Satt at siga minnist eg ikki, nær eg síðst var í Saksun.  Fyrr plagdi eg hvørt summar at vera ein túr úti á Pollinum og so aftur um várið ella heystið. Títtleikin gav seg sjálvan, tí útlendskir gestir komu higar í teirra rytmu og lagi, og eg vildi vísa teimum tað flottasta vit eiga. Eisini Jesse og Andi Alexander, faðir og dóttir, sum bæði eru yrkisfotografar og vitjaðu her í 2012. Spurd um hennara bestu fotouppliving, er Andi ikki í iva: Tað var grøna grasið í Saksun.  Um myndina, sum sæst omanfyri, og Føroyar sum karm um professionella fotografering, sigur hon. So er ikki longur. Ikki tí, staðurin, burtursæð frá portrinum, er eins vakur og fyrr. Yvirskipaði vakurleikin í Saksun er ein konstantur.  Men tað er hatta við portrinum, sum er krúnan á verkinum av oyðileggilsi. Tað styggir meg og øll eg kenni. Tað er óbehagiligt bara at síggja navnið á einum korti og ikki minni í eini ferðabrosjuru. Eg skáki mær undan og mæli frá at fara har, hvussu vakurt og grønt tað so tykist á prenti. It’s a no-go. Helst er portrið størsta valdstøka á okkara døgum og samstundis útrykk fyri ómegd og frustratión hjá einum vilstum bónda. Hvat eg haldi um konstruktiónina, havi eg sagt fyrr. Tað var so ljótt, at eg fanni ikki mynd, sum kundi stuðla tekstinum. Men nú havi eg funnið eina mynd frá 1976. Á ullintu Kodakmyndini sæst gøtan, sum fyrr var uttanfyri tey bæði summarhúsini niðri í lagdini og víðari framm við ánni. Til samanberingar við hesa mest sum natúrligu gongugøtuna í lendinum oman við ánni tá í tíðini, kunnu nútíðarlesarar bera saman, hvussu sami áarbakki sær út í dag.  Eftir stendur spurningurin: hvør oyðileggur føroysku náttúruna, bóndin ella ferðafólkið? Summarið byrjað Úr loftsvindeyganum sæst í morgun, at summarið er byrjað. Fyri fyrstu ferð í ár eru fremmandir húsvognar at síggja á kampingplássinum hjá Tórshavnar kommunu úti við Strond. A grøna vøllinum eru trý tjøld. Norröna kom klokkan hálvgum ellivu í gjárkvøldið og sigldi aftur til Hirtshals ein tíma seinni.  Hesa tíð á árinum eru tveir túrar til Danmarkar.  Mikukvøldið klokkan seks fer Norröna til Seyðisfjørð á Eysturlandinum í Íslandi og er frammi hósmorgunin klokkan hálvgum níggju. Tá plagar kampingplássið at verða tómt aftur. Norröna er einasta bilferja, sum knýtir evropeiska meginlandið, Føroyar og Ísland saman. Hyggja vit at øllum skipunum hjá Smyril Line Cargo sæst, hvussu víðfevndar farleiðirnar í Norðuratlantshavi eru. Hin seinasti, sum fríaði Auschwitz David Dushman, hin seinasti av hermonnunum, sum fríaðu fangarnar í týningarleguni Auschwitz 27. januar í 1945, er deyður í München, 98 ára gamal. Tað sigur Israelitische Kultusgemeinde München und Oberbayern, har Dushman var heiðurslimur. Týski Dushman var av jødiskari ætt og frívilligur hermaður í russiska reyða herinum. Hann visti einki um Auschwitz týningarleguna, tá hann sum 21 ára gamal Panzerfahrer kom til hana í hernaðarvogninum og stýrdi beint á elektriska hegnið.  Dushman var ein av 69 hermonnum, sum komu livandi gjøgnum kríggið. Hansara herdeild taldi 12.000 menn. Síðan henda dag hevur minningardagur fyri fólkamorð verið hildin í øllum heiminum.  Dushman, sum eisini var í bardøgunum um Stalingrad og Kursk, fekk fleiri enn fjøruti heiðursmerki fyri avrik í krígnum, sum í Russlandi verður nevnt Stóra Fedralandskríggið. Seinni í lívinum bleiv hann fremsti olympiski fiktari og venjari fyri Russland, og varð eygnavitni í München í 1972, tá palestinski yvirgangsbólkurin, Svarti September, tók níggju ítróttafólk úr ísraelsku olympisku leguni og drupu tvey. Pápi David Dushman, sum var hernaðarlækni, varð í 1938 burturvístur til eina av mongu sovjettisku arbeiðslegurnar í Sibir, sum Lenin hevði sett á stovn og Stalin brúkti at týna fíggindar. Tíggju ár seinni doyði Dushman eldri í leguni. Minningardagur fyri Holocaust og onnur fólkamorð verður hvørt ár hildin í Føroyum 27. januar.  Í ár var Skúlin við Streymin vertur fyri tiltakinum, sum varð stroymt til allar skúlar í landinum. Komandi ár verður Skúlin á Tvøroyri vertur fyri tiltakinum, sum verður stroymt av pallinum í Salt.  Tað eru Nám og Amnesty International, sum skipa fyri minningardegnum um Holocaust og onnur fólkamorð, sum er á ársdegnum fyri at Auschwitz varð fríað. Hvat skulu vit hoyra um heimlig drápsmál? Neyvan hevur nakar starvs- og yrkisbólkur verið fyri so stórum økismissi sum journalistar. Annan vegin hevur dagslønin ikki fylgt við í tíðini, har djøffarar hava alla leiðslu, og hinvegin er tað hvør maður og hvør kvinna, sum fer út á journalistiska feltið og sigur og skrivar søgur um líkt og ólíkt.  Summi duga væl at skriva, onnur at lesa, uppaftur onnur eru, sum duga væl at vinkla og seta í perspektiv í røttu løtu, og at enda eru onnur, ið prinsipielt duga at taka við, tá tørnið er hjá ektaða journalistinum at bera almenninginum boð. Ikki bara boð, men røttu boð á rætta hátt í røttu tíð. Ófrávíkiliga staðfest sum andlát. Tað er ikki sum at siga tað, tá skrivast skal heim. Heim um hendingar í egnum bygdalagi, uttan at sláa alt upp í glens. Í hesum døgum eru drúgvar og dvøljandi frásagnir úr rættinum, ikki tí danska ella úr øðrum fremmandum landi, men okkara egna rætti, sum á donskum skal gera av, hvat vit gera av røttum ella skeivum í egnum landi og tí skal takast upp til dóms. Eisini tá nógv ár eru farin. Var heilt burturi í prosaisku frásøgnini í Útvarpinum henda dagin, og kom eftir, at eg hevði gloymt gamla Ude og Hjemme, og at tað blaðið enn er til og hevur sín fasta og trúfasta lesaraskara.  Einki er broyt. Og tó. Einasta, sum er broytt, er, at nú eru óunnuligu søgurnar úr egnum umhvørvi. Ikki fronsk ævintýr um massamordarar í Alpunum, sum onkur dani hevur umsett og sett í kulørta danska vikublaðið, so vit kunnu fylgja við. Fyrr las eg bara sovorðin bløð hjá barberinum, men seinni fekk eg ein sovorðnan tokka til tann stílin í vikubløðum, sum tey lærdu í Havn kallaðu triviallitteratur, at eg bleiv bitin av honum. Tí eins og bestu country sangir, vóru hetta uppbyggiligir ávaringartekstir fyri rurala fólkið, sum vit øll í føroyska útjaðaranum eru runnin av. Mær dámar væl hesar tekstir.  Umframt at siga mær frá um hendingar á egnum leiðum, eru hetta tekstir og frásagnir, sum vit kunnu identifisera okkum við, og halda teir, tekstirnar, upp móti tí umhvørvi, vit sjálvi kenna, og kunnu brúka sum ýti í eini føroyskari tilveru, ið gongur upp og niður, og ikki er hin sama hjá øllum í landinum til ævigar tíðir.  Tá eg í hesum trivialtankum komi til eina endaliga niðurstøðu um stættarsamfelagið Føroyar, har ikki er tætt millum grannar, nei slettis ikki, verið eg avbrotin av einum donskum tevetvey journalisti, sum er í Føroyum og er sloppin í Dag og Viku, tí hann av drápsstaðnum hevur sett sær fyri at gera eina realityrøð í fleiri pørtum til danskar hyggjarar. Redaktiónin hjá honum sær so stórt í hendingini og bygdalagnum, at tey senda eitt heilt filmslið higar at gera eina røð, sum verður sýnd í bestu senditíð í heyst. Í einum áskoðaralandi, sum er hundrað ferðir størri enn vit.  At vit, soleiðis innanhýsis, kenna okkum illa, og vilja frábiðja okkum at hoyra hesar endaleysu og ikki sørt, uppá gott og ilt, nýskapandi søgur, ið sum aldri áður vilja leggja alt á blik, verður ein undarliga tollfrí undanstøkkingarhugsan og -atgerð. Ein bílig loysn. Ein loysn, har vit fráskriva okkum alt, sum hendir í egnum landi, og heldur vilja lata tað upp í hendurnar á donsku pressuni, ið er frekk sum ein slaktarahundur og kommersielt innrættað til tað sama. Í løtuni liggur morgunsendingin Radio4 á øllum fýra og letur seg hvítusunnumogga á swingaraklubba, meðan vit øtast við markleysum realityljóði. Men ikki her hjá okkum. Her eru vit hampulig og halda frástøðu. So kann útlendska pressan válka sær her sum tey vilja. Bara vit sleppa undan, so gera vit einki skeivt. Eg haldi, vit skulu rósa Kringvarpinum fyri at siga søgur úr egnum landi.  Men tað er lætt hjá mær at siga. Eg eri hvørki journalistur ella redaktørur, heldur ikki ákæri ella verji, og enn minni avvarðandi ella offur.  Akkurát í tí krossfeltinum liggur uppgávan hjá staðbundna journalistinum í øllum londum. Altíð og ósvitalig. Tað haldi eg. Evropa á føroyskum Nám heldur fram at definera heimin á føroyskum. Hesu ferð er tað Evropa, ið er sett á eitt laminerað veggjakort, klárt at hanga á veggin.  Sólbjørg Lindenskov Magnussen hevur avmyndað Álv Danielsen á goymsluni hjá Bókamiðsøluni, sum selur allar útgávur hjá Námi. Álvur stendur á plattinum, sum júst er komin við bretska flutningsfelagnum, Davies Turner Ltd, frá forlagnum Harper Collins í Glasgow.  Fyrr hevur Nám gjørt eitt politiskt heimskort við øllum heimsins londum, klárt at seta á veggin. Eins og hesi bæði veggjakortini, er eisini Føroyakortið, sum Rói Højgaard teknaði til Atlasið í 2014, laminerað og hóskandi at tekna og strika á, til dømis um ein barnagarður ella skúli skal á útferð. Tá ber til at hava Føroyakortið liggjandi á borðinum sum dúk og skriva á tað við hóskandi tusjpenni, sum so kann turkast av kortinum aftur. Nýggja evropakortið er eins og heimskortið, ”Heimurin”, umsett úr enskum úr kortum hjá Collins Bartholomew, ið er heimsins elsta og størsta kortasavn.  "Evropa" er laminerað hæddarkort við landamørkum, sum vísir nøvn á londum, høvum, fjøllum og landafrøðiligum fyribrigdum á føroyskum, eftir somu grundsjónarmiðum sum í atlasinum hjá Námi, ”Atlas til heim og skúla”. Støddin á kortinum er 1132x931 mm og lutfallið er 1 : 5 000 000. Livandi orðið givið upp til skutil Í dag hoyrdist, at einasta blaðpressa í landinum ber seg ikki, og fer at snara lykilin um á ólavsøku. So er slætt borð, einki blað verður prentað og einki útistandi er. Frá at vera heimsins mest avíslesandi fólk eru vit endaði í null. Hinvegin, tað er eisini endamálið við ein projekti. At enda í null.  Góða innleggið, sum fyrr var í Dimmu, er langt síðan hildið uppat, Sosialurin roynir seg enn við einum vikuskiftisinnleggi, luftborna Pressan í Útvarpinum kom ikki afturíaftur, og mest sum bara aftureftirlítandi sendingar eru í tí miðilinum, sum eg altíð havi hildið vera hin fremsta og einasta tjóðarbyggjandi í landinum. Tað haldi eg enn. Men lesa fá, so lurtar eingin. Bara tey á mínum aldri og nógv eldri, sigst.  Tá eg skilti, at Útvarpið verður betraktað sum ein óljóðskassi í einstaklingasamfelagnum, royndi eg meg um dagarnar við einum poddi, sum tey siga, skal bjarga gamla útvarpsmiðlinum. Gjørdi hann saman við Árna, men annars púra fyri meg sjálvan á einum stuttligum skeiði, eg slapp á. Út um egnar kantar og gyrðingar fer tann poddurin neyvan, tí hann er ikki til at taka á nøkrum sjónligum palli, meðan presumptivir lurtarar dustsúgva ella renna í fjøllunum, púra burtur í sær sjálvum. Ikki tí hann kundi gjørt eitthvørt konvergerandi krumspring, men eingin lurtar eftir felags keldum longur. Alt er atomiserað og eingin er faðir at nøkrum, heldur ikki teim fronsku horuungunum, sum prentarar hava hildið upp fyri okkum í øldir. Nú eru eisini teir, føroya mest marginaliseraði minniluti, fronsku horuungarnir í pressuni, givnir upp til skutil. Eingin prentar bløð meir. Orðið, sum ikki kann verða livandi, uttan tað er borið á lógvum og munnum, spinnur nú í einum klønum tráð, skulu vit verða felags um tað yvirhøvur, livandi orðið. Tá prentsmiðjur steðga og orðini doyggja, larma tey ikki. Eingin hoyrir tey. Sjálvt grasið leggur ikki í tað. Tað sigur fremsta poppskaldið, Neil Diamond, í summarsanginum And the grass won’t pay no mind. Sjálvt grasið leggur ikki í tað. Politiskur sensurur í einum demokratiskum samfelag Í opnum brævi í dag skrivar nevndin í Felagnum Føroysk Filmsfólk, at tey vilja hava almennu peningajáttanina, sum er til filmsgerð, lagda í ein grunn. Opna brævið frá nevndini er soljóðandi: Fyri aðru ferð síðani filmsjáttanin kom á fíggjarlógina í 2014, hevur ein landsstýrismaður ikki fylgt tilmælinum frá ráðgevunum um, hvør skal hava stuðul. Ein fyrisitingarlig siðvenja er brotin, og prinsippið um, at listin ikki skal stýrast politiskt, er ikki longur galdandi. Hetta er politiskur sensurur, sum ikki hoyrir heima í einum demokratiskum samfelag. Filmsverkætlanir eru kostnaðarmiklar, og føroysk fílmsfólk dúva uppá stuðul frá filmsjáttanini. At landstýrisfólk velur at hyggja burtur frá fakligu tilmælunum, skapar ótta og ótryggleika. Vandi er fyri at filmsfólk framyvir fara at tillaga handrit og umsóknir sínar, tí tey eru bangin fyri at landstýrisfólkið noktar stuðul, um innihaldið ikki passar til hennara/hansara politisku, átrúnaðurliga, sosialu hugsjón og virðir. At stýra innihaldinum í list varð nógv praktiserað í Sovjett og øðrum einaræðislondum. Hetta er veruliga nakað vit ikki mugu fara lætt um.  Hin fría listin er týðandi og berandi táttur í okkara samfelag, og vit eiga at virða og verja hana, eins og vit virða og verja eitt fjøltáttað fólkaræði, ið tekur fyrilit og atlit til øll menniskju. Stuðul frá filmsjáttanini er ein fyritreyt fyri at fáa fígging aðrastaðni, og um føroysk filmsfólk skulu leita sær høvuðsfígging úr til dømis Danmark, so verður kravt, at verkætlanin er tengd at danskari mentan og máli, og at játtaði stuðulin verður nýttur í Danmark. Hetta hevur við sær, at føroyska mentanin og móðurmál okkara má lúta. Í ringasta føri leita filmsfólk sær av landinum at gera film.  Tíðin er búgvin til at skipanin við filmsjáttanini verður løgd í eina tryggari legu, og skipað í ein grunn, so tað framyvir eru faklig og ikki politisk atlit, ið avgera hvussu stuðul verður býttur. Tí heita vit staðiliga á allar politikkarar og serliga samgonguna um at gera eina breiða semju um, at leggja filmsjáttanina um til ein grunn, ið skapar tryggar karmar fyri eini blómandu filmsvinnu. Verjið listaliga frælsið! Tey, sum vegna Felagið Føroysk Filmfólk skrivað undir áheitanina eru Maria Winther Olsen, Ingun í Skrivarastovu, Anton Petersen, Jonas í Dali Wagner og Terji Mohr. Stigabilur fyri vindeygað Hetta havi eg ikki sæð fyrr úr køksvindeyganum. Eftir at hava skimast eina løtu við kikara og myndatóli, síggi eg, at hetta er ikki ein nýggjur zombie filmur hjá Jónfinni, men Hans David úr Hósvík, sum er varasløkkiliðsstjóri í Tórshavnar kommunu. Úr einum høgum stiga filmar hann í allar ættir, eisini móti Tórsbyrgi. Í fjørð skrivaði kommunan á Facebook, at nú fór Brandstøðin skjótt at fáa nýggjan stigabil. Um orsøkina verður sagt, at hesin verandi stigabilur hjá Brandstøðini verður 20 ára gamal í ár, og skal til 20 ára eftirlit, um hann framhaldandi skal kunna brúkast. Eftirlitið kostar minst eina miljón, og hóast tað, so klárar verandi stigabilur ikki at nøkta tørvin, sum nú er í Tórshavnar kommunu. Sagt verður eisini, at Glasir er nýggjasta dømið, har verandi stigabilur ikki klárar at loysa tær uppgávur, sum krevjast av tí kommunalu tilbúgvingini. Bilurin røkkur ikki teimum bjargingaropum, sum krevjast til persónbjarging, og røkkur ikki inn yvir takið á Glasir, sum kann gerast neyðugt í sambandi við sløkking. Myndirnar sýna gamla stigabilin, meðan bíðað verður eftir tí nýggja sigur Hans David. - Tit verða at bíða einar tveir til tríggjar mánaðar til tann nýggi kemur, kanska kann eg fara ein túr tá og stilla hann á sama økið, har er gott at standa. Tá munnu tit fara at síggja ein mun á umleið 20 metrar, sigur Hans David. Víðari verður sagt í grundgevingini í fjør at fáa nýggjan stigabil, at Landssjúkrahúsið varð klætt av nýggjum nýliga, nýggi klædningurin er umleið tríggjar metrar hægri enn fyrrverandi. Hetta ger, at stigabilurin ikki røkkur uppá takið, har rýmingarleiðir eru. Vísast kann eisini á fleiri íbúðarblokkar, sum eru bygdir, t.d. Heimasta Horn og undir Kongavarða, har tað avgjørt er ein fyrimunur við longri stigabili fyri at røkka. Ein nýggjur og størri stigabilur er tí neyðugur, fyri at kommunala tilbúgvingin er før fyri at røkja sínar uppgávur, tá talan er um eld/óhapp í sambandi við hægri bygningar. Stigabilurin má røkka 55 metrar og skal skal røkka einar 27 metrar til hvørja síðu og ikki so stutt sum hesin skjótt 20 ára gamlui, sum er avmyndaður. Tórshavnar kommuna sigur, at trý tilboð eru komin inn uppá nýggjan stigabil. Avjørt er at taka av bíligasta tilboðnum, sum er frá Bronto Skylift. Kostnaðurin er smáar 6,5 miljónir. Tá nýggi stigabilurin er komin til landið, verður hesin skjótt 20 ára gamli stigabilurin seldur, sigur Tórshavnar kommuna hin 25. september í fjør. Lagt verður afturat, at Fíggjarnevndin hevur samtykt at taka av hesum tilboði, og málið kemur fyri á býráðsfundi nú hóskvøldið. Og har koyrdi hann so avstað í kvøld, gamli stigabilurin í Havn, sum Hans David roynd í allar ættir. Ein frálíkur pallur til myndatøku nú summarið er komið og fólk hyggja av kampingplássinum, meðan bátarnir sigla oman og niðan eftir Nólsoyarfirði, til stilt er og dagur leggur saman hendur. Men skjótt verður pallurin enn betri, einar 20 metrar ella so. Slitstyrkin í nýkomnum slagarum Leygardagin kom Hallur Joensen á gátt við nýggju fløguni, sum hevur frámerkið HJ7, altso hin sjeynda í røðini. Fyrsta fløgan, “Pickin’ Time In Nashville” kom í 2008. Tann fløgan vakti ans, tí hon blásti nýtt lív í heimligu countrysjangruna við einum nýggjum navni í framúr framleiðslu. Á árligu samkomuni hjá Kúrekafelagnum valdi Petur Rouch sum vant fimm tær bestu útgávurnar, og nýggja navnið úr Klaksvík slapp innum hetta árið. Fimm tær bestu tað árið vóru hesar: Hank Williams "Unreleased Recordings" (3 fløgur) Kathy Mattea "Coal" Teddy Thompson "Upfront and Down Low" Hallur Joensen "Pickin' time in Nashville" Glen Campbell "Meet Glen Campbell" Síðan hevur gingið slag í slag, og allan vegin hevur Jákup Zachariassen verið fremsti samstarvsfelagi hjá Halli, tað verið seg ljóðtekniskt, sum innihaldsligani við løgum og fylgispæli, men eisini við bestu kontaktum til Nashville og føroyskar plátuyrkjarar og týðarar. Júst hetta hoyrist eins skilliga á nýggju fløguni og á teim undanfarnu, nú nakað er frálíð, síðan vit síðst hoyrdu frá Halli á fløgu. Hugsa vit okkum at Jákup er leirkerasmiðurin, orðamyndin er ikki so fremmand, og Hallur er tilfar leirkerasmiðsins, so tykist samstarvið teirra millum nú at verða so hegnisliga slitsterkt í hondum Jákups, at eg kenni á mær, at vit nema við fullkominleika í dagsins Føroyum í hesi ofta undirmettu sjangru, sum illani letur seg seta í bás, hóast summi siga avgjørd, at hetta er country, onnur at hetta er dansbandatónleikur og uppaftur onnur, at hetta er einki annan enn smakkleysur konsumtónleikur at fylla út ringastu holini í útvarpsskránni, ja í besta lagi pausutónleikur, meðan vit bíða eftir nøkrum ordiligum. Eg vil siga, at við nýkomnu fløguni, “Runnin ár”, er á fyrsta sinni lukkast at seta í glas og rammu eina serføroyska tónleikahevd, sum ikki kundi verið til uttan í fyrsta lagi Útvarpið, sum byrjaði í 1957, og síðan Tey av Kamarinum, sum samstundis fóru at spæla, og í triðja lagi tann veruleika, at Tonglatummas fór at seta føroysk orð til rútmurnar, orð, ið skaptu ein heimlandstóna, soleiðis at 1959 stendur sum hitt fyrsta árið við haldbarum føroyskum skaldskapi á plátu, við rocklýrikki, sum tey siga í øðrum londum. Haldi, at við hesi útgávuni, “Runnin ár”, hevur tað eydnast Halli og Jákupi sum aldri áður at fáa um hesa upprunarótina, foredlað og dagføra hana fram til dagin í dag, og so at gera eitt album við 12 nýggjum sangum, sum allir eru á føroyskum, sum eisini fáast á LP. Útgávan, og alt tilfar á henni, hevur tað listarliga yvirskot, sum ger, at tað hvílir í sær sjálvum. Tí einki er so umráðandi, sum tað í hesi sjangruni, at slappa av og hella seg afturá, sum sat tú í eini kosmiskari sofu, meðan tú spælir og syngur, púra kul og hvílandi í tær sjálvum, ja beint fram grounded, tó tú ikki er sigldur uppá turt, men ert vorðin eitt við jørðina og tað, sum undir er. Málbólkurin er arbeiðarin. Vit hoyra vendingar sum "tá ið dagsins verk er av", at "riggað er av", og vendingar úr maritima umhvørvinum sum at "renna upp á sker", og at "sól søkir hav". Umframt skilnað, at pør fara hvør til sítt, sum í Skilnartár hjá Martini Joensen, so er drykkjuskapur eisini eitt evni, sum hómast í sangunum. Púra opinlýsur er hann, drykkjuskapurin, í festliga texmex sanginum um Billy Joe , ið helst drekkur tequila, so brúdleypskent er mexikanska mariachi knýtið úr Føroyum, og sum Niclas Johannesen hevur skrivað í einum so stuttligum stíli, at hetta er ein instant classic. Niclas eigur eisini tekstin til framúr sangin Í meðan eg svav . Í eina tíð hava vit hoyrt Hall syngja tekstin hjá Kemm Poulsen Mín vakra, ljósa lilja , sum Jákup hevur tónsett, og latið í ein søkjandi varisligan, men tó punktliga beinraknan akustiskt-romantiskan dám við spanskum gittara hjá Bryan Sutton, og einari vokalari pallseting, nakað sum tá Eyðun Nolsøe sang Juanita við einum farra av flamenco ytst á tunguspíðsinum, hóast orðini lenda greitt á heimlandsbotni, har hin málandi munnharpan sleppur at brúka allan widescreen søgukarmin, ið tekur ta tíð, hann tekur, hálvan sætta minutt. Hetta er enn mín yndissangur av teim 12, sum eru á hesi fløguni. Haldi, at hesin sangurin sum fyribrigdi í almenna rúminum er fortalari fyri at definera ein slagara, sum ikki bara døgnflugu, men sum eina ljóðmynd í brúkstónleikahevdini, ið hevur slitstyrki at standa ímóti øllum atfinningarsemi og tolir at verða spældur nógv í Útvarpinum í fleiri ókomin ár, hugsi eg. Men uttan tað, Útvarpið, kann eg ikki hugsa mær Hall og hansara ljómlið í hesi hevd, sum eg bindi hann afturat. Eg yvirgevi meg so púrastani fyri Halli, Kemm og Jákupi í sanginum Mín vakra, ljósa lilja. Í afturvendandi klangi damar mær serliga væl at hoyra hvassa elgittarljóðið hjá Brent Mason, sum vitjaði í Føroyum við The A Team í 2009, og so feiandi lætta trummuspæli hjá Paul Leim, sum Óli Poulsen hevur mjúkslípað í sanginum hjá Kemm. Umframt Mason spæla flestu úr The A Team eisini við Halli. Og so er ikki at gloyma duettirnar, sum er ein gamal gimmick at lyfta sangir fram í nýtt ljós við øðrum onkuntíð óvæntaðum sangarum. Dóttirin, Jessica, opnar fløguna við einum fínum sangi, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað orð til, Enn er verðin ung , hin kvinnuduettin er pískandi skjóttgangandi sangurin Vinir eru reyðargull við Kristinu Bærendsen, og triðja duettin er við Sámali Ravnsfjall. Tað er sangurin hjá Buck Owens Love’s Gonna Live Here í týðing hjá Andriasi Justesen, Kærleikin blómar, við Brent Mason á hvøssum Bakersfield elgittara. Nýggj nøvn saman við Halli eru eisini Eyðun Nolsøe, sum hevur skrivað orð til Tá tú veitst , har Pætur við Keldu hevur gjørt lagið saman við Jákupi. Ein frálík fløga, akkurát sum gomlu LP pláturnar, har ein og sami sangari kann taka nógvar leiklutir á seg, eisini sum krúnari. Kanska er hetta hin allar besta fløgan frá Halli. Orsøkin er, at Hallur og henda fløgan hvíla so trygt á heimligum støði og í tulkingarfelagsskapi peika so greitt aftureftir til Tey av Kamarinum og texas swing, men ikki gloyma at kasta seg út í slagarar, sum spretta úr samtíðini, sum Mín vakra, ljósa lilja , Í meðan eg svav og Skilnartár. Special mention, tey siga, er hin óvæntað stuttligi turkiligassangurin, Billy Joe . Bravo, Hallur! Danskar pínligheitir   Mynd: Jákup Sørensen Hesa ársins tíð plaga vit at verða mint á, at Menniskjatingið har suðuri í Danmark heldur seg eiga ikki bara okkum, men eisini inuittar í norðurprovinsini.  Og tað slær ikki feil.  Heldur ikki í ár, hóast Menniskjatingið tók myndina burtur nokkso skjótt, tí hóast alt er eisini skomm skapt í onkrum umsitingarligum parlamentarikara, kanska á leið í sama lutfalli sum í sentralprovinsini her hjá okkum.  Spell, tí eg ætlaði at taka eina ordiliga mynd við plakatini til komandi stórfilmin Margretu hinari Fyrstu á borðinum. So tað verður við myndini omanfyri, sum Jákup Sørensen var so heppin at taka og lána mær til høvið. Takk fyri tað.  Hesi mongu farnu árini havi eg í okkara landi møtt eini endaleysari røð av formidlarum úr suðurprovinsini. Tey eru hundrað ferðir størri enn vit, so tey fáa eisini hundrað ferður so nógvan pening at vitja okkum og afturfyri fortelja teirra fólki um okkum.  Eisini koma formidlarar úr norðurprovinsini at vitja okkum at hoyra, hvussu vit kjølfesta yvirskipaða móðurmálið úr norðurevropeisku provinsini.  Jú, tað gognur bara heilt væl, semjast vit um.  Tá eg spyrji inuittarnar, sum eru í avgjørdum minnilita, hví tey tosa danskt og bara hava danskar lærubøkur og ætlanir á borðinum, so taka hini yvir og siga, at tað er bara so. Samskiftismálið er danskt, tá tað ikki er enskt. Tað er treytin fyri at møtast.  Samstundis fái eg eina greiða fata av, hví hesir báðir provinsar, hin syðri og hin norðari, møtast her hjá okkum í Sentraldanmark.  Trý skulu til at fáa stuðul til projektið, fái eg at vita. So tosa vit ikki meir um tað. Yvirharrin hevur víst tenn og staðfest, hvør hevur valdið. So bíða vit til liðugt er. Seti meg í berari pínligheit at lesa heimsins besta vikublað, sum er hin danska Weekendavísin.  Har hevur Martin Breum grein um somu viðurskifti. At tey í hundraðlandinum fyri sunnan mugu læra seg at liva við teirri stóru sorg, sum er, at menniskjans land er ikki longur danskt. Tað er grønlendskt. Breum hevur hitt ivaleyst fremsta vitara, tá um Kalaallit Nunaat ræður, Kirsten Thisted. Hon eigur orðini, sum greinin byggir á.  Tí eins og Menniskjatingið í suðri kann mistaka seg, sum við flagginum í morgun, kann eg eisini, her norðuri, her jørðin í flestu niðurfellingum er munin flatari.  Men henda greinin víðkaði um fatanina av serliga tí eina danska provinsinum, tí suðurdanska, samstundis sum vit sjálvi verða brúkt sum eitt sentralt klípi, en tilfældig tilkaldt, tá mennandi tiltøk verða roynd í samlaðu provinsini. Annan vegin eiga vit at klára tað betur, men allarfegnast eri eg um, at vit ikki eiga koloniir, og ikki eingang kenna ábyrgd av Føroyingahavnini longur. Hon er slettis ikki okkara. Nú bleiv ríkispínligheitin nærverandi. So nú er tíð at gevast. Sanna í filmi um eftirskúlar Føroyska Sanna Bæk Hoydal er við í nýggjari sjónvarpsrøð, Efterskolen, sum í seks pørtum lýsir lívið á einum donskum eftirskúla, har tannáringar ganga. Øll sjónvarpsrøðin sæst á DR sunnudagin 13. juni, tá eftirskúlar eisini fara at vísa filmarnar. Tað er Sanna, sum sæst á plakatini og mussar ein drong. Fleiri enn 30.000 ung ganga á eftirskúla í Danmark beint nú. Tað er meir enn nakrantíð. Umframt Sannu, møta vit í røðini Efterskolen eisini Marius, Sofus, Sofie Marie, Jarl, Vanessa og 114 øðrum tannáringum, sum byrjaðu á Klejtrup Musikefterskole í 2019. Leikstjórin, Thora Lorentzen, sum sjálv hevur gingið á musikkeftirskúla, sigur soleiðis um nýggju filmsrøðina:  Longu 9. juni er frumsýning í biografinum hjá Nordisk Film í Aarhus, har allir næmingarnir eru savnaðir.  Verdandi og kvinnurnar, sum eftir sótu Diane Schüssele, handritahøvundur, og Dagmar Knöpfel, leikstjóri, sum síggjast omanfyri, eru úr Týsklandi, og hava sett sær fyri at gera film úr søguni um Verdandi úr Heiðunum, sum ikki spurdist aftur, tá hon var undir Íslandi í 1944. Danska Valerie Saunders, sum er fødd í USA, og hevur arbeitt fyri Zentropa, er framleiðari. Fokus er á kvinnurnar, sum eftir sótu. Fyri fimm árum síðan vóru Diane og Dagmar fyrstu ferð í Føroyum. Tá møttu tær Óla Jacobsen, sum visti nøvnini á øllum, sum fórust við Verdandi. Hann visti eisini at siga teimum um ættirnar hjá teim, sum mistu. Diane og Dagmar pitcha søguna um Verdandi soleiðis á enskum máli: When the Faroese fishing boat Verðandi sinks in the waters of Iceland in 1944, the young Semona, mother to a daughter and pregnant with another, is left a widow. Too painful is the loss of her great love Sámal, too harsh the conditions to survive, to ever mention his name or fate again. The silence she bestows upon her daughters Barbara and Poula will shape their lives as well as her granddaughter Ly’s life, until dramatic events at Semona’s 85th birthday bring the family trauma to a surface. Óli Jacobsen hevði sjálvur givið út bókina Havið tók teir í 2011. Har kunnu vit lesa um Verdandi, sum er sett inn í millum Neptun, ið gav Mikines grundtónan í málningalistini, og Stella Argus, sum fekk Tey av Kamarinum at syngja um stokkuta Lívið, kanska Føroya besta poppsang. Í 2014 gav Páll Kunoy út bókina Verdandi. Teir komu ikki aftur. Í samandrátti hjá Bókamiðsøluni, ið hevur bókina á goymslu, verður endurgivið úr samrøðu við heimildarfólk: ”1944 var so árið, at teir ikki komu aftur, eg var tá í Havn og lærdi at seyma hjá skraddar Debes, vit høvdu fingið at vita, at teir á Høgabóli vóru bangnir um Verdandi. Eg fór so norður, og tað var ein ræðulig sjón, ið eg ongantíð gloymi, alt var myrka lagt, so ikki eitt ljós var at síggja, tá eg kom inn til okkara, vóru bara syskin míni Jaspur og Sonja at síggja. Kona pápabeiggja mín Olaf lá í einum kamari, og mamma í teirra kamari. Tær vóru ikki farnar upp, men lógu og grótu.” Eftir at tær hava skrivað fyrsta útkast til handrit í München í mars í ár, koma Diane og Dagmar aftur til Føroya í juli at gera kanningararbeiðið liðugt, og at finna framhaldandi fígging, so filmaða søgan um Verdandi kann setast í verk. Umframt at verða ein døkkur kapitul í siglingarsøguni, knýtir heitið á sluppini eisini til lagnutrúgv og forsjónir, tá Verdandi fór avstað. Í norrønu gudalæruni merkir heiti tað verðandi, á týskum werden, so rætti stavingarmátin er Verðandi, tað, sum hendir í nútíðini, ið er navnið á eini av teim trimum lagnugudinnunum, ið spinna lívstráðin - Verðandi, Urðr og Skuld. Tær báðar, Diane og Dagmar, tvinna eisini fiktión uppí veruligu søguna um Verdandi, soleiðis sum vit kenna hana úr bókum og frásøgnum. Úr skipasøguni verður sagt, at hin 16. september 1944 fór Verdandi seinastu ferð sína til Íslands. Roynt varð við línu á Norðurlandinum. Tað hevði verið vánaligt veður har á leiðini hetta heystið, og striltið gekst at fáa so frætt, at tað loysti seg at fara til Aberdeen at selja. 26. oktober kl. 13.00, fór skipið av Siglufirði til Reykjavíkar, og var ætlanin at keypa so mikið av fiski, sum restaði í fulla last. Á Siglufirði vóru tveir mans komnir umborð sum ferðafólk. Hesir báðir, sum høvdu arbeitt í Íslandi, ætlaðu sær at fáa fart úr Reykjavík til Føroya. Men Verdandi kom ongantíð fram. Verdandi varð bygd í Yarmouth í Bretlandi í 1884. Motorurin var ein 47 hk Skandia við einum sylindara. Símun á Høgabóli átti Verdandi, tá hon fórst.  Andreas Andreasen gjørdi standmynd av reiðaranum, sum var adúkað í 2012.  Charles Johansen úr Saltangará gjørdi í 2007 eitt modell av Verdandi, sum varð hongt upp í Norðskála kirkju, sum hetta árið fylti 75 ár.  Heimasíðan hjá kirkjuni sigur, at ”modellið er ein metur langt og er málað svart og hvítkjafta við reyðum botni. Verdandi fórst undir Íslandi í oktober 1944 . Øll manningin - 15 mans sjólótust. Partur av manningini hevði tilknýti til kirkjusóknina.” Teir, sum fórust við Verdandi vóru:  • Óli Larsen, Oyrarbakka, skipari, 55 ár  • Jens Knudsen, Saltangará, bestimaður, 39 ár  • Frants Davidsen, Strondum, motorpassari, 32 ár  • Niels Martin Jacobsen, Streymnesi, kokkur, 48 ár  • Samuel Petersen, Rituvík, 29 ár  • Olaf Martin Larsen, Oyrarbakka, 22 ár  • Christian Marius Sofus Frederik Højgaard, Rituvík, 50 ár  • Petur A. Larsen, Oyrarbakka, 25 ár  • Bill Justinussen, Glyvrum, 21 ár  • Ernst Petersen, Rituvík, 22 ár  • Daniel Jacob Henning Højgaard, Toftum, 25 ár  • Olaf Jacob Larsen, Fuglafirði, 43 ár  • Hans Pauli Frederik Højgaard, Rituvík, 22 ár  • Thomas Jacob Høj, Strondum, 43 ár  • Oliver Mikkelsen, Syðrugøtu, 38 ár "Verkir" er sjáldsama væleydnaður filmur Í fulsettum hølum frumsýndi Filmsfelagið í Havnar Bio í kvøld heimildarfilmin Verkir , sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava gjørt um føðingar í Føroyum seinastu hálvt hundrað árini ella so. Filmurin byrjaði vælupplagdur við mammuni, Jytte Joensen, sum sjálv er ljósmóðir, ið pápin, Jákup Pauli Joensen, hevði filmað spillnaka eitt summar við strondina í Grikkalandi í sjeytiárunum. Ein frálíkur inngangur til kvinnukroppin og tær føðingar, sum filmurin setur sær fyri at lýsa í trimum pørtum. Fyrst, tá vanligt var at kvinnur áttu heima, so til at ordri kemur úr einum ódefinerligum erva, at allar føðingar skulu vera á sjúkrahúsi, og so at enda ein triði partur, sum varpar ljós á seinastu tvey árini, har tað ikki er óvanligt at eiga heima, og at páparnir aftur eru við og filma tað heila. Júst hetta við at filma og deila privatastu upptøkur í verðini við onnur, ber filmin, so hann verður upplýsandi og undirhaldandi, og saman við ótilgjørdu frásøgnunum frá ljósmøðrunum, fyrst og fremst Aslaug Víká Petersen, gevur savnaða søguliga tilfarinum og nýgjørdu samrøðunum eitt fjølbroytni og ein varandi autentisitet. Systrarnar hava duga serliga væl at finna heimildarpersónar og fáa tær at siga livandi frá, uttan nakrantíð at gerast staðfestandi keðiligar hjá mannfólki at hyggja at. Hetta kundi jú verið hagtøl og einki annað, men filmurin er so langt frá tí, sum slepst, hóast lyklatøl verða nevnd. Mátin at siga frá, ja samlaða narrativið, er á sjáldsama høgum støði. Einu ørstuttu løtuna siga barnakonur poetiskt frá um at eiga tað, sum var og tó ikki varð. Eftir lítlari løtu skilja vit, at talan er um deyðføtt barn. So fer filmurin víðari. Út um landið, inn á sjúkrahús og heim til fólk, har tær siga frá, sum eg aldri havi hoyrt í almenna rúminum áður. Afturvið eru sjáldsama góðar smalfilmsupptøkur, sum geva søguni rúm og luft. Og so er ungir menn, ið standa konuni hjá, hjálpa til, og filma tað mesta, so eygleiðingin stendur greið og klár og verður alment viðkomandi, ja kann henda eitt statement frá einum starvsbólki, sum sambært miðlunum er raktur av hørðum ósemjum og millimeturnalvapilkaríi. Men hetta mál kemur ikki upp at blása í filminum. Hann er lukkutíð nógv alvorligari enn so. Hann er um at eygleiða tað lív, sum verður til, tá konan er komin á tíð, geva tí tað rúm, sum partarnir semjast um, heima ella á sjúkrahúsi, so sum útlitini eru, uttan at taka nøkur óráð fyri. - Ja, vil okkurt svakt eiga úti, so kunnu vit ikki forða henni, sigur eina ljósmóðurin, sum annan vegin peikar á fulkomna frælsið hjá barnakonuni at eiga so, sum hon vil, og hinvegin vísir á, hvussu langt er til sjúkrahúsið, tað er hálvur annar tími haðani hon er, skuldi nakað hent. At síggja hetta fulkomna frælsið yvir egnum kroppi, er hugtakandi. Og ímeðan verður alt filmað. Vit síggja tvær føðingar, fullkomið cinéma vérité brett um alt løriftið, og so er barnið sett í verðina. Øll tøknin, klipping, tónleikur, millumtekningar, colorgrading og ljóð, eru sjáldsama væl frágingnir partar í filmisku føðiketuni. Eisini nýggju samrøðuuptøkurnar eru framúr væl komponeraðar í stovum hjá heimildarpersónunum, har myndir og málningar á vegginum, ein nútímans villur Gunleif Grube og eitt broderað norskt skriftstað um frelsu, eru hugtakandi smálutir, sum uttan hóvasták seta løtuna í senu. Aslag Víká Petersen, ið eg fati sum høvuðsheimild, ið gevur filminum brodd, er sett framman fyri einum klassiskum teak skenki í stovuni, har várligir litir, sum eru grønir og gulir, skapa upptøkuna og geva henni organiskt rúm at siga frá, gleðast, ilskast og undrast, og í einu løtuni puffa og kasta uppá nakka. Ein óbetalilig sena, júst henda. Filmurin Verkir , sum varir 70 minuttir, verður sýndur í Løkshøll í annaðkvøld, hóskvøldið 13. juni, klokkan 20. Til lukku við filminum Verkir , Karina og Theresa! Miðbýur í broyting Niðan eftir Áarvegnum varnast tú í hesum døgum, at húsini hjá Eingla Per eru fyrst brotin niður, og verða nú bygd upp aftur, eftir øllum at døma í upprunaligum sniði. Sjálvur haldi eg, at henda nýggja fasadan riggar munandi betri enn hin fyrra, sum var ein ótýdligur kassi uttan nakran veruligan bústaðarprofil, meðan henda nýggja fasadan í passandi mun leggur seg estetiskt snøgt upp at næstu bygningum niðan eftir. Blákollan og frisørsalongin Kvilt, sum fingu gulan lit undir koronastongslinum, peika í mínum eygum á ein enn meira livandi miðbý enn fyrr. Haldi tað er eitt stuttligt mark, sum Bringsnagøta setur millum gamla og friðaða býarpartin úti á Reyni, og so uppi á Húsabrúgv og niðan eftir Áarvegnum, har pláss er fyri klivplantum, bara tær ikki verða til villvaksingar. Einferð helt Birgar, at Amtmansgarðurin, sum er beint yvirav hjá Eingla Per, burdi verið tikin niður, so havnarborgarar sóu inn í lovaða garðin kring borgina. Kanska hevði tað riggað, men á hesum stað haldi eg, at ein ávísur trongi definerar innkomuna til miðbýin og vaglið við bæði Effersøe, ráðhúsi og løngtingshúsi longur uppi. Sum borgari í býnum seti eg prís uppá, at býurin eg rindi skatt til, er í eini skilvísari broyting og tykist livandi og væl hildin og ikki verður neyðtikin av peningaligum áhugamálum og estetiskum blindni, sum hevur hug at blóma vilt, serliga í mentanargøtuni. Fram við Klubbafasaduni og oman eftir Sverrisgøtu er hetta við estetikkinum í løtuni ein álvarsligur trupulleiki, ja minnir summstaðni um slumm. Seinastu árini, bæði undir sitandi og undanfarnu býráðssamgongu, hevur verið ein at síggja til púra óstýrilig fyrisiting av byggimálum í høvuðsstaðnum, tí fólkatalið økist. Eftir at einki er gjørt við íbúðir frá almennari síðu fyrr enn Bústaðir komu til í 2012, er nú eitt sjónligt og summstaðni ikki sørt ræðandi skarvslop at síggja í gøtumyndini í Havn. Ringasta ræðudømi er í mínum eygum uppi við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, har bygt verður so tætt, at vandi er fyri øllum, ið rørir seg uttan um húsini, ikki bara børnum, men øllum yvirhøvur. Niðan gjøgnum gøtuna er ikki ráðiligt at flyta seg á annan hátt enn í bili, tí gonguteigarnir eru so ivasamir at eg tori ikki at ganga á teimum, og tá eg ætlaði at taka eina mynd av parkeringsviðurskiftunum millum íbúðarblokkarnar, gavst eg, tí her fæst ikki meining í inn og útkoyringarviðurskiftum. Nýggjasta er, at har sum pláss er til avlops, verður gjørt parkerigspláss, so bilar kunnu bakka út á vegin, meðan aðrir bilar strúka framvið, framman fyri niðasta húsablokkinum til vinstru, meðan ein lítil skáli, kanska handilsgoymsla ella súkluskúrur, nú verður skrumblaður upp til høgru. Kapping er um fermetrarnar, tað er sjón fyri søgn. Spennandi hevði verið at fingið ein búskaparfrøðing at greinað, hvussu nógv hesir fermetrar kring Karlamagnusarbreyt hava genererað av pengum í lummarnar hjá teimum, sum - helst - liggja longst frá sjónarmiðnum hjá Bústøðum, Føroya Bústaðarfelag. Vælkomin í bilbýin! Nú settu bilarnir aftur skránna í Havn. Eftir at hava lagt pláss og upplivingar hjá skattaborgaranum undir seg, heldur bilisman fram at ota seg ovast á dagskránna, har Býráðsmaktin er, men hesu ferð á ein heilt nýggjan hátt, sum ikki er sæddur áður í býnum - og kanska kann lata upp fyri nýggjum loysnum í bilanna býi. Einki er at siga til, at kommunalu argumentini fyri samhaldsføstum átøkum kunnu gerast nokkso stuttlig vinstru megin miðjuna.  Men tað er bara hendingaferð, kanska serliga í agurkutíð, sum í álmanakkanum fellir saman við hundadøgum.  Gongur tú hesa tíð við lív og sál inn fyri eini ætlan, sum er øllum til besta, so kunnu argumentini verða hareftir. Tey fara gjøgnum heilt og verða ikki steðgað, hvørki av fyrivarni ella umhugsni av nøkrum slag. Her skal handlast og tað nú. Annars gleppur okkum alt av hondum. Serliga tá tað snýr seg um bilar, sum - hey - ikki koyra alla tíðina, men eisini standa í býarinnar samhaldsføstu bilagoymslum, til teir aftur koyra til onnur parkeringspláss, øllum til frægdar.  Tað er sum skótarnir siga: Verð til reiðar!  Hav altíð eitt perkeringspláss, har tú ert.  Arbeiðis, handils, heima og útferð.  Nú er eisini bíðing, støðling, sum onkur sigur, sloppin við í lívssyklusin, organisku ringrásina, í tilveruni hjá bilinum.  Hann skal hava tað gott, bilurin. Hjúklast skal um hann, bilin.  Ovast á breddanum í Bilhavnini er nú parkeringshúsið, sum ein útlendskur vælgerðarmaður vil geva okkum, tí miðbýurin aktar ikki uppgávuna.  - Eg skal hjálpa tykkum í Havn, verður sagt.  Og væl verður tikið ímóti gávuni.  - Hetta er ein gáva til Havnina, sigur formaðurin í fyrstu avvarandi býarnevnd. Eftir býráðsfundin í gjár, kemur fram, at gávan kortini skal betalast av brúkandi borgarum, og krevur undantaksloyvi frá øllum galdandi reglum og borgarum í avmálda økinum. Men hjálpin til nýautonomu merkantilismuna í høvuðsstaðnum er altíð í nánd. Bilur er bili næst. Ein annar býráðslimur úr sosialdemokratiska bilaflokkinum heldur, at nú skal løgtingið loyva kommununi at taka gjald fyri teir bilarnar, sum eru ov stórir og mangir fyri trongu vegirnar, vit framman undan betala. Og nú er tað, at gullkálvsvalsurin uppfinnur eitt eyka stev, sum er heilt natúrligt í merkantilismuni. Býráðslimurin sigur, at ordiliga fortreytin fyri at loysa veruliga parkeringstruppuleikan í Havn er, at tey sleppa at seta eina skipan um gjaldsparkering í gildi, tí eingin fer at rinda fyri at parkera í einum tunli, ella einum parkeringshúsi, tá ið tað er ókeypis at parkera uttanfyri. Av tí sama ber ikki til at fáa privatar íleggjarar at seta pening í eina slíka ætlan, verður sagt úr kommunalinum. Hasa lata vit líka standa eina bilaløtu. Í bestu hundadøgum. Ein pekunierur flokkur, heldur enn sosialdemokratiskur, spyrt tú meg. Men tað gjørdi tú ikki, so eg havi einki sagt, nú kommunala merkantilisman bleiv mobil. Nú sigur fetteljarin tólvhundrað og metrarnir sjeyhundrað.  Nú er summar, men enn er ikki ráðiligt at geva seyðinum breyð. Kanska ein politisk miðbýarallegori um ikki at geva steinar fyri breyð.  Gott vikuskifti! Summarið komið Hóast grátt og sjey stig í luftini, er summarið komið. Ýtið er hvørt ár Norrøna, sum er komin til Havnar við somikið av húsvognum ávegis til Íslands, at nú er fyrstu ferð fult á kampingplássinum yviri við Strond. Tá er summarið byrjað. Við í mátinum er eisini at summarferiulistar eru komnir upp at hanga á arbeiðsplássum, og fóbóltsdystir móti Spania og Noregi gera tað neyðugt at seta skelti upp úti á Reyni í Havn, har tað síðani Katrin Ottarsdóttir gjørdi filmin Atlantic Rhapsody í 1989 hevur verið ein trupulleiki, at forvitin ferðafólk gløa inn í søguligu sprossavindeyguni, sum var tað eitt frílandsmuseum við statistum innanfyri. Nú krevja tey, sum til dagligt búgva úti á Reyni, respekt. Tekin um at summarið er byrjað er afturvendandi Mentanarnáttin fyrsta fríggjakvøld í juni. Skráin er blivin so stór og fjøltáttað, at ikki er hugsingur um at fáa alt við. Tí hugdi eg í drúgvu skránna at finn eitt tiltak á eini adressu, sum eg ikki havi sæð áður. Tiltakið fann eg út á Landavegnum 32, har lítið prangandi skeltið Brewing Art stendur framman fyri bryggistoltleika havnarmanna, Restorff's bryggjarí, sum stavar frá 1849, men sum fyritøkan Frost nú eigur. Her hava Gurilla x Ellivu , tað eru Guðrið Syderbø og Maria Smith, framsýning í ráu hølunum fyri endanum á brøttu trappuni. Keypir tí eitt prent frá Mariu, sum sæst til vinstru, so fært tú grundmotivið, upprunaposan, sum hongur innast á vegginum, við í keypinum. Lokið á gamla bryggiketlinum sæst mitt fyri á myndini. Guðrið, sum sæst høgrumegin, arbeiðir til gerandis í hesum ídnaðarsøguligu hølum á Landavegnum. Eftir hesa óvæntaðu og uppliftandi vitjan við Brewing Art hjá Restorff's   er klárt at fara heim eftir Landavegnum, oman brekkuna og framvið øllum húsunum, sum eru livandi partar í Bommhjartanum hjá Jóanesi Nielsen, sum nú fæst í danskari týðing, og eg enn havi á innaru eygalokunum, so visuell og væleygnað er henda norðuratlantiska krønika at gera til film. Sanniliga, summarið er komið til Føroya. Eysturkommuna stuðlar TROM við einari millión - Vit hava samtykt at játta eina millión krónur til sjónvarpsrøðina TROM. Tað sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri, í videofrásøgn frá býráðsfundinum, sum var í Eysturkommunu í gjárkvøldið, hóskvøldið 25. juni. Vinnunevndin, har Hanna Jensen er forkvinna, og Mentanarnevndin, har Hans Mourits Foldbo er formaður, høvdu gjørt eitt uppskot um at játta filmsverkætlanini TROM eina millión krónur frá mentunaraktivu kommununi. Tilsamans vóru tey 5, sum løgdu uppskotið fram. Fíggjarnevndin, har borgarstjórin er formaður, mælti til at taka undir við uppskotinum, tó við tí treyt at partur av upptøkunum verða gjørdar í Føroyum, og í Eysturkommunu. Býráðið samtykti síðan einmælt at taka undir við tilmælinum hjá fíggjarnevndini, við teirri treyt at landið eisini stuðlar verkætlanini við eini munandi upphædd. Eysturkommuna vil stuðla arbeiðinum hjá TROM-fólkunum, og vilja ætlanini tað besta. Tey hava stuðlað verkætlanini heilt frá føðingini, higartil við umleið 300 túsund krónum. Eysturkommuna vónar, at veitti kommunali stuðulin fer at toga verkætlanina aftur til Føroya, nú so nógv kjak hevur verið í miðlunum um manglandi peningaligan stuðul úr Føroyum til hesa stóru og væl fyrireikaðu filmsætlan. Eysturkommuna ynskir, at røðin við Hannisi Martinsson, sum Jógvan Isaksen, ið sjálvur er ættaður úr Gøtu, skrivaði, og sum byrjaði við einum morði á Støðlafjalli, og har grindadrápið við líkinum, var í Syðrugøtu, verður filmað í Gøtu, helst eisini tí at Tórfinnur hevur hugsað filmsætlanina har, meðan hann hevði roykipausur á Fiskavirkinum í Gøtu í ungdómsdøgum, allar helst hyggjandi upp á júst Støðlafjall. Hetta er Gøta og filmsvinna á einum perlutráði, sigur ein vælnøgd Hanna Jensen. Rísastóra komunala upphæddin, sum Eysturkommuna hevur játtað, fer nú vónandi at geva verkætlanini TROM eitt jaligt momentum kring alt landið. Tá Trina vann 500-0 Í Degi og Viku kvøld var áhugavert kjak millum forkvinnuna í Heimafriði og borgarstjóran í Runavíkar kommunu um larm, har fólk búgva.  Vit frættu, at við vælsignilsi frá landstyrismanninum á økinum, er ein interkommunalur fámannabólkur við monnum, sum allir hava tonnasju og kajkant sum lívsendamál, settur at gera reglugerðir um larm í fólkavaldum føroyskum kommunum.  Heimafriður, ið er heimsins einasta organ, ið hevur sett málið á skrá, fær durafjórðingin, tí tey eru ikki partur av parlamentarisku Fólkaræðisføroyum.  Vit liva í fótbóltstíðum, og eg má straks siga, at í mínum eygum og mínari fatan vann forkvinnan í Heimafriði so dyggliga kjakið í Degi & Viku í kvøld, kanska við eini 500 málum móti ongum. Og tað hóast hon varð avbrotin í heilum. Fólksins vegna varð hon definitivi vinnarin. Bravo! Samstundis hevur borgarstjórin í Havn gjørt av, at tungir og stórir lastbilar skulu ikki koyra um náttina á øllum vegum í hansara býi.  Hetta er tilsamans ein áhugaverd gongd, sum umsíðir bendir á, at menniskjan, og ikki bara osandi flutningstól, so sum bilar og skip, fer at sleppa uppí part, tá larmandi livikorð skulu definerast kring landið.  At grótflutningurin úr Sandsholinum skal akast gjøgnum Havnina og inn á Skálafjørðin í gomlum dumparum, er nú ein sjónlig ørvitisavgerð, sum má standa sína skomm, til seinasta lastin er koyrd og vippað uppá pláss. Annað ber ikki til, tá skilaleysar avgerðir binda framtíðina. Men tað er ein góð gongd, at forkvinnan í Heimafriði og borgarstjórin í Havn hvør í sínum lagi megna at seta menniskjað í sentrum, heldur enn skjóttvunnan dálkingarkapital. Tað er fólkaræði í funktión og góðari inerti. Eg fari at byrja at halda, at í hvussu er høvuðsstaðarkommunan er farin at fata, at annað er til enn bilar, eisini í Havn, har eg hepnaðist at taka hesa mynd í kvøld. Síðsta skot í Havnartunlinum Samstundis sum Bárður Jákupsson, listamaður, setur mentanarnáttina í Havn, fer Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, at lata síðsta skot av í Havnartunlinum, sum er teknaður á Føroyakortið omanfyri. Hetta verður hátíðarhildið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har møguleiki verður at fylgja við á stórskíggja. Skotið verður latið av kl átjan 5.274 metrar inn í tunlinum, Hvítanesmegin. Tí er ikki ráðiligt, at nógv fólk er inni í tunlinum, siga borifólkini. - Tað er ein stór løta, fyri eina av Føroya størstu byggiverkætlanum, nú jarðfrøðiligi váðin í verkætlanin er burtur, tá tunnilin er liðugt sprongdur og arbeiðið við at gera tunnilin er komið so væl áleiðis, verður sagt á heimasíðuni hjá Samferðsluráðnum, nú ein nýggj sambinding er gjørd til Havnar, og hin næsta er fyri hondum. Skráin fyri hátíðarhaldið, nú sprongt verður ígjøgnum til Havnar í dag, er henda: Bergur Poulsen nevndarformaður fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin. Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri heldur røðu. Niklas Foldbo, ein av íverksetarunum av Eysturoyartunlinum heldur røðu. Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri letur seinasta skot av í Eysturoyartunlinum. Í sambandi við tiltakið verður tónleikur og bjóða verður til ein drekkamunn á Hálsi í Havn, siga fyrireikararnir. Fyrsta kvinna í Saudiarabia ger film Hetta er Haifaa Al Mansour (f.1974), sum er fyrsti kvinnuligi filmsleikstjóri í Saudiarabia. Nú hevur hon gjørt spælifilmin ”Maryam - The Perfect Candidate”, sum Filmsfelagið vísur mikudagin 8. juli. Haifaa hevur lisið bókmentir í Kairo og film í Sydney. Evnið, ið er arabiska nútíðarkvinnan móti eini aldargamlari patriarkalskari hevd, sást eisini í sýriska heimildarfilminum ”The Cave”, sum Filmsfelagið vísti 4. mars í ár, tá læknin, Haifa Awad, innleiddi. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fer at innleiða sýningina við nýggja saudiarabiska filminum ”Maryam – The Perfect Candidate”. Spildurnýggi spælifilmurin, sum varir 100 minuttir, sigur okkum søguna um eina dugnaliga og framsøkna kvinnu í Saudiarabia, sum er lækni, Dr. Maryam Alsafan. Hóast førleikar og avrik, noyðist hon at stríðast fyri at verða vird millum teir menn, hon alla tíðina arbeiðir saman við og teir sjúklingar, hon er um. Tá Maryam ikki sleppur til eina samrøðu um eitt betri starv í Dubai, verður tað dropin, ið fær bikarið at flóta yvir. Ørkymlað, tí hon ikki verður tikin fyri fult, stillar Maryam upp til kommunuvalið, sum stendur fyri durum. Saman við báðum systrunum savnar hon pening og fer at leggja valdystin til rættis. Men so hvørt fólk leggja til merkis, hvat hon hevur í kvittanini, veksur mótstøðan, og ágangurin verður øgiligur móti henni og familjuni, sum støðugt renna seg í tær forðingar, ið verða lagdar fyri kvinnur í Saudiarabia. Meðan valið nærkast, savnast Maryam og hennara húski at leggja alla orku í at gera eina miðvísa og kreativa roynd at flyta siðbundna samfelagið longur fram á leið, tí Maryam vil ikki gevast á hendur. Evnið, ið er arabiska nútíðarkvinnan móti eini aldargamlari patriarkalskari hevd, sást eisini í heimildarfilminum ”The Cave”, sum Filmsfelagið vísti 4. mars í ár, tá sýriski læknin, Haifa Awad, innleiddi. Danska felagið Angel Films hevur útvegað Filmsfelagnum nýggja saudiarabiska filmin, sum verður sýndur við donskum undirteksti, sigur felagið í tíðindaskrivi. Katla hjá Baltasar í útbroti á Netflix Tá norskir filmsframleiðarar vóru á filmstevnu í Havn í 1989, teirri størstu nakrantíð, trivu tey í sangin Vi skal ikkje sova bort sumarnatta. Tað var á Hotel Borg og Frida Ohrvik, sum júst hevði gjørt avtalu um at marknaðarføra fyrsta føroyska film, Atlantic Rhapsody, úti í heimi, sang fyri.  Við sýni yvir Havnina, vildi Frida fyrst og fremst peika á tætta sambandið við náttúruna, á nýnorska málbunan, sum hon knýtti beint til føroyskt og harvið gjørdi til eitt mentapolitiskt statement, og í triða lagi til tað intenst sansaliga og alment menniskjansliga, ikki at spilla lívið og tíðina. Tí skulu vit ikki sova burtur summarnáttina. Nú alt kokkalarakólar um fótbólt, gongur tað ikki fjøllini at síggja sólina rísa, setti eg meg at hyggja eftir fyrstu íslendskt framleiddu Netflixrøðini, Katla, sum altjóða meistarin, Baltasar Kormákur, hevur leikstjórnað og skrivað saman við Sigurjón Kjartansson. Hvør partur er trý korter og tilsamans eru teir átta. Heitini eru konsis og skaldaborin til endamálið. Byrjað verður við heitinum Undan Jöklinum, so koma Ása, Móðirin, Þetta er ekki hann, Norðanátt, Gríma, Steinninn og ringurin endar við heitinum Ég er þú.  Ein tilverulig rundferð á bygd í Nútíðaríslandi við einum farra av framtíðarsøgu, har alt er lagt undir náttúrukreftirnar, sum bygdarfólkið roynir at týða úr staðbundnum sagnum og ævintýrum, ið ikki altíð fylgja einum tíðarrøttum skilvísi.  Her er røðin mest spennandi.  Tá væl defineraðir persónar trýna úr gerandismyndini og verða figurar úr øðrum høpi og aðrari tíð, eitt, trý og tjúgu ár síðan, og tí, sum tá hendi millum fólk, opið og dult.  Alt er tvinnað og bundið, eisini undir Mýrdalsjökulli, har Katla bolar yvir bygdini Vík í Mýrdali, sum er hin syðsta á Suðurlandinum. Longu nú kitlar í filmsfingrunum at sleppa at ferðast. Eg sigi ikki meir, annars spilli eg søguna. Ella, sum skrivað stendur á hinari íslendsku Wikipediu: "Varúð, greinin inniheldur spilli - greint er frá söguþræði, endi eða lausn." Fyrsta íslendska Netflixrøð skal fáa mítt besta viðmæli.  Ikki bara tøknin og førleikarnir at mynda eskatologiska Ísland akkurát tann vegin, tú vilt - sum vit við bravour sóu í Havnar Bio, tá Ridley Scott vísti Dettifoss í innganginum til Promotheus - eru framúr av tí sjálvsagda slagnum, men eisini teksturin, dialogurin, har nomið verður við eksistentiell viðurskifti millum pør, myndugleikar og ættarlið, er avbjóðandi framúr í lítlu bygdini, har allir tilverutræðrir verða knýttir á hotellinum, og teir alment fyriskipaðu á løgreglustøðini, sum er flutt inn í kirkjuna. So eru øll hini húsini og funktiónirnar í útryðjuni. Bóndagarðurin, kanningarstøðin og duldarfulla bilferjan á sandoyruni, sum knýtir fornisku bygdina við lærda umheimin, hesumegin og hinumegin. Ímeðan kanst tú hugna tær við referensum til Jules Verne og hansara klassisku bókmentaferð Voyage au centre de la Terre frá 1864 inn í jarðfrøðina við Íslandi sum karmi, ræðufilmin hjá Stanley Kubrick yvir søguna hjá Stephen King The Shining um tey, sum búgva á hotellinum, háreligiøsu dómadagsvisiónirnar hjá Andrej Tarkovskij, og so konkret avbjóðandi science fiction søguna hjá Jack Finney, Invasion of the Body Snatchers, sum Clint Eastwood-vinurin Don Siegel gjørdi í svarthvítum longu í 1955 og Philip Kaufmann aftur í 1978. Eftir hesum sama tráði er eisini vert at minna seg sjálvan aftur á fronsku sjónvarpsrøðina hjá Canal+ Les Revenants, Tey Afturvendu. Og so eru tað allir filmarnir við illavorðnum børnum, sum eisini kunnu verða inkarnatiónin av í minsta lagi tí ónda og ringasta føri reinum djevulskapi, tá hann er óhugnaligastur á filmi. Endasenan skal ikki avdúkast, men hin tríggjar tíma drúgvi biograffilmurin The Deer Hunter hjá Michael Cimino er eitt klú. Tilsamans eru fleiri leikstjóratilsipingar og inspiratiónskeldur, sum eg haldi meg kunna knýta upp í lívsavrikið hjá Clint Eastwood. Og tað er tað, sum alt snýr seg um. At skapa ein resonans, eitt afturljóð. Men villa og ómentaða náttúran er eisini við, ikki sum kulissa, men sum realitetur, vit síggja í miðlunum. Frumsýningardagin, 17. juni, tosaði Íslendska Ríkisútvarpið, RÚV, við handritahøvundan, Sigurjón Kjartansson: "Hann segir að náttúruöflin hafi boðið upp á ókeypis auglýsingu með gosinu í Geldingadölum. „Þetta bara kom, alveg á réttum tíma fyrir frumsýningu. Og við tölum þarna inn í ákveðnar spekúlasjónir sem eru búnar að vera í gangi í meira en 100 ár; Hvað gerist ef Katla gýs? Og þarna göngum við aðeins lengra; hvað gerist ef Katla gýs og hvernig er lífið ef Katla er búin að vera að gjósa í heilt ár?“" Fyrsta íslendska Netflixrøðin Katla gyklar fram nógvar resonnerandi djúpmyndir í minum huga og innara eyga. Og tað er sum handritahøvundurin sigur í samrøðuni: ”Enginn verði samur eftir að hafa horft á Kötlu.” Vilt tú ikki sova burt føroysku summarnæturnar, so vil eg mæla til, at tú hyggur eftir íslendsku røðini Katlu, út í eitt, um tú orkar. Kanska verður tú so inspireraður, at tú fert ein svipp á Suðurlandið við Norrönu í egnum bili eina viku ella so.   Einkisverdar stuldursmyndir Tað er nú óluksáligt, at myndir ikki verða virðismettar av nøkrum miðili í landinum. Í dag hevur Mentanargrunnur Landsins kunngjørt, at trý listafólk fáa løn - listafólkaløn - í trý ár. Tað skal verða teimum serstakliga væl unt, Carl Jóhan, Ragnhild og Jens. Fínasta slag. Men tað løgna er, at í kjalarvørrinum á tíðindaskrivinum frá Grunninum, sum í hesum føri hámetur myndlist, bókmentir og tónleik, brúkar Portalurin myndina omanfyri og eina afturat, sum báðar eru stolnar av mín bloggi, og in.fo hevur stolið myndina niðanfyri, sum eisini er av mínum bloggi. Tað er ógvuliga javnan, at miðlarnir stjala myndir á henda hátt. Einaferð svaraði blaðstjórin á Dimmu aftur, at vóru ikki størri trupuleikar at brokka seg um, enn at upplýsa hvør átti eina hissini mynd, so var heilt væl statt á blaðnum. Eg meini tað. Samstundis siga somu miðlar fotografar úr starvi, tí øll onnur kunnu taka eina mynd, til dømis við eini flatari fartelefon, sum er so lítið verd, at tú setur teg á hana, tí hon er í reyvalummanum. Hetta taki eg mær forbannað nær. Tí skal eg verða medvirkandi orsøk til at fakfotografar verða sagdir úr starvi, tí øll onnur taka myndir fyri einki - millum annað eg sjálvur - so er einki annað at gera, enn at fara í myndaverkfall. Í stundini. So kann teksturin standa, tjae um ikki einsamallur, so í hvusu er uttan ta mynd, sum eg tók fyri meg sjálvan og aldri havi latið øðrum, tí eg selji ikki myndir. Tað gera onnur. Millum annað pressufotografar, sum eru útbúnir til endamálið og royna at liva av tí. Brúkið teir. Ikki stjala amatørmyndir, sum eg og onnur taka av egnum áhuga, kjeru miðlar. Vit taka ikki amatørmyndir fyri at spara tykkum fyri samsýningar og lønarútreiðslur til yrkisfotografar. Annars til lukku við listafólkaløn í trý ár - Carl Jóhan, Ragnhild og Jens! Í agurkutíð: Eingin vilji til win-win vinnu Tá vinnumálaráðharrin ikki hevur win-win vilja og ikki vil bendast, so er gott við eini íslendskari agurk. Har vita tey beint fram, hvat filmur er. Einaferð Frikki, hin stóri Fridrik Thor Fridriksson, var her saman við høvundanum Einari Kárason at vísa Skytturnar,  varð hann spurdur, hvussu filmsgerð byrjaði í Íslandi. Jú, segði hann á dvøljandi íslandsenskum, sum bara Björk og hann duga, tað var tá Goethe Instituttið, sum var so framsíggið at hava eina íslendska skrivstovukvinnu, bjóðaði Wim Wenders til Reykjavíkar at halda ein fyrilestur um at gera film. So fóru vit at gera film og gera tað enn. Soleiðis er tað. Egill Eðvardsson, ið samstundis vísti Húsið: Trúnaðarmál legði seg innímillum og segði, at um tú í fyrstu roynd fórt á húsagang, so bjóðaði grannin sær til, og tú pantsetti hansara hús, og so aftur næstu hús, um tað tænti endamalinum at gera film í gøtuni. Tí tað var tað, vit vildu. So kom íslendski filmsgrunnurin í 1978 og nú er alt søga, blómandi vinnulívssøga, sum eisini er Oscartilnevnd, og dregur alt afturat sær, eisini úr øðrum londum. - Og einaferð skulu vit gera ein Føroyafilm, ella í hvussu er ein film í Føroyum, sigur Frikki, sum longu tá hevði samband við Sony og líknandi fíggjarrisar. Henda setning sigur hann enn, tá hann møtir føroyingum. Nú eru tað vorðin almenn skandalutíðindi, hóast summartíð við longstu gurkum – einaferð komu tær úr Kirkjubø – at vit vilja ikki gera filmsrøðina Trom í Føroyum, men hava avreitt hana til júst íslendingar, røðina, sum byggir á ritverkið hjá ídnasta føroyska høvundanum, Jógvani Isaksen, við Torfinni Jákupsson sum leikstjóra og Jon Hammer sum framleiðara. Undir koronastingslinum í summar vóru boð til Filmsfelagið at koma á netfund við Løgtingsins Vinnunevnd um Teams. Umframt at fáa heiðurin at úttala meg, fekk eg innlit í stóra, konstruktiva og innlitsfulla arbeiðið hjá forkvinnuni, Bjørt Samuelsen, og eftirfylgjandi tingkjakinum hjá serliga Jóhannis Joensen, ið sum skúlastjóri eisini hevði eina didaktiska tilgongd til film og miðlar á Tingi. Fantastisk framdrift at geva nýggju vinnugreinini, føroyskari filmsgerð. Hevði tí framúr góðar vónir um ein bata viðvíkjandi filmi í Føroyum í kjalarvørrinum á hesum uppskotinum hjá Vinnunevndini til samtyktar um Menning av føroyskari filmsvinnu" (løgtingsmál 117/2019).  Hóast eintýðugt jaliga viðgerð eydnaðist einki. Sitandi samgonga hevur, ikki ólík øðrum samgongum, sum tey nú byggja á, tilskrivað sær sjálvari serpatent upp eitt serliga fornermað føroyskt representativt demokrati við javnt og samt at siga soleiðis vegna samgonguna: "Avvarðandi landsstýrismenn, ið umsita afturberingarskipanina og stuðulsskipanina, hava boðað vinnunevndini frá, at teir arbeiða við at styrkja hesar skipanir. Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið." Og soleiðis bleiv niðurstøðan - hóast føgru orðini. Eitt minniluta-djúpsøkk-fornermilsis-demokrati. Tað er føroyska forðarenningin á Tingi. Og tað kann so fara í skúlabøkurnar um núlidna samtíðarsøgu. Í so máta alt annað enn ein góð politisk skipan, vit hava gróðursett. Eg skilji væl at føroyskir filmsarbeiðarar finna aðrar fíggingarkeldur, tí her er mest sum turt og einki útlit fyri bata heldur, óansæð hvussu landstýrismaðurin ringir seg, nú hann er krøktur sum maðkur. Hesa tíð kunnu agurkuuppskriftirnar verða mangar, bæði heimligar og útlendskar. Kanska er best við heitum hundi beint í hondina. Men við øllum. Kortini. Fólksins rødd Hetta er nýggja fólksins rødd. Klippið er av Portalinum í dag, tá tey endurgóvu tíndaskrivið frá Kringvarpinum um neyðugar sparingar og at siga fólk úr starvi. Við samtíðarbrillum vóru fyrr fínar sendingar. Fimmarin beinleiðis í Útvarpinum mikudagar klokkan fimm, tá øll tjóðin helt ondini, og so Fólksins rødd í Sjónvarpinum. Báðar sendingar fangaðu fólksins rødd, akkurát so sum tær vildu, og hepnið var við Varpinum, tí øll lurtaðu og hugdu. Men so er dragnað millum framleiðara og brúkara, sum hetta klipp omanfyri skilliga ber boð um. Gamaní nakað einoygt og óreflekterað, men kortini sett fram í almenna rúminum í dag við fullum navni, so øll síggja, í ein heilan dag Veit ikki, um útmeldingarnar eru umboðandi fólksins sonnu rødd, tí eingin miðlakanning er kunngjørd í nýggjari tíð, og einki innovativt átak, hvat innihaldi viðvíkur, er kunngjørt úr Kringvarpinum. Einki, sum ein gamal útvarpsfjeppari sum undirritaði kann ugga seg við, meðan øll rópa krossfest, krossfest, ella í dagsins orðum: sløkk lortið, sløkk lortið Tað er ikki rættvíst fyri føroyska miðilin, sum, tá hann er bestur, er á einum høgum altjóða støði. Men larmandi fólksliga røddin má fáa eitt mótspæl, og tað kann ikki koma aðrastaðni frá enn úr Kringvarpinum sjálvum. Hondina á hjartað, so má eg siga, at eg sakni at hoyra innovativt føroyskt útvarps- og sjónvarpsarbeiði. Sum Høgni Djurhuus segði fyri mongum, mongum árum síðan í bestu senditíð eitt leygarkvøld í Útvarpinum: "Prime time, tað er nakað vit sjálvi skapa!" Hvar fór tann skapanarkraftin? Filmurin "Verkir" Filmurin "Verkir" er nýggjur føroyskur heimildarfilmur, sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava gjørt um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftur fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahús. Talið á heimaføðingum er seinastu tvey árini fleirfaldað, og okkurt bendir á, at fleiri kvinnur tilvitað velja at eiga heima. Í filminum "Verkir" hitta vit kvinnur, jarðarmøður og ein mann, sum tosa opið um teirra upplivingar rundanum føðingina. Sýningin verður mikudagin 12. juni klokkan 20 í Filmsfelagnum í Havnar Bio. Atgongumerki kunnu keypast á www.bio.fo. Samrøðufólk í filminum eru: INGIBJØRG RASMUSSEN · EYÐGERÐ AMANDA PETERSEN · ASLAUG VÍKÁ PETERSEN · HELEN JOENSEN · ELIANA HAMMER OLSEN · ELSA HALLFRÍÐUR RASMUSSEN · POULINA ABRAHAMSEN · JENSA SAMSON · JYTTE JOENSEN · DURITA HANUSARDÓTTIR JACOBSEN · RANNVÁ SIMONSEN · SIGMUND JÓGVANSSON · FRÍÐA JÓRUNARDÓTTIR · ANNIKA BEINTA HOYDAL · ANNA CHRISTIANSEN · BJØRT JOENSEN DAHL "Verkir" er heimildarfilmur eftir KARINU & THERESU JÁKUPSDØTUR Tónasmiður JÓN KLÆMINT HOFGAARD Ljóðmynd JÓN MCBIRNIE Ljósmynd BARBARA VANG & KARINA JÁKUPSDÓTTIR Teknari INGILÍN DIDRIKSEN STRØM Permumynd: SÁRA MIKKELSEN Vegjaðaramyndir Meðan tey planta og foredla vegjaðarabumbur í øðrum londum, fari eg at finna uppá orðið vegjaðaramyndir. Myndir tiknar við vegjaðaran í Sandoynni meðan longsti dagur enn er í hondum. Nú tað er uppá móta at ferðast í egnum landi, kom tann tanki til mín, at var eg úr Sandoynni, so var eg ivaleyst besettur av opna vegnum og villu víddunum, sum vit bara kenna av preriuni í nýggja heiminum, fyrst frá hvítu niðursetufólkunum í indianaralandi og seinni frá slammresiterandi beatnicks, sum plantaðu og foredlaðu orðabumbur við vegjaðaran til og frá San Francisco. Fyrst er at keypa ein kassa við rabarbum og káli við vegjaðaran í Veltuni heima á Sandi. Rabarbukassin sæst niðast til høgru á fyrstu vegjaðaramyndini niðanfyri. Næsti standsur heima á Sandi eru Mølheyggjarnir har sandurin er so fínur og lættur, at lotar hann, so fært tú hann beint í eygað og mást blunda fyri øllum tí eksotiska vakurleikanum. Fremmant og løgið, tá hann melur av ymsum ættum og bráddlig vindstrok eisini geva tær sand millum tennirnar. Men millum strokini hómast hetta: Í Skálavík minnir vegurin meg aftur á grasgrønar fløtur, ið eru nógv víðari enn eg eri vanur við. Harafturat sært tú mest sum alla staðni, hvussu bygt er uppí hús og fjós, so hvør partur umboðar eina tíð og næsti tilbygningur eina aðra, eins og litirnir eru spennadi, tá hugt verður eftir heildini á grøna bønum. Gult, brúnt og ljósareytt í fleirstrentari rúmd. Men út á kvøldið køvir hann av við slavnum mjørka so sami vegurin verður eindimensionelt trøllsligur í kvirruni, har bara ein konstantur generator hoyrist murra úr einum fjósi uppi í brekkuni og gevur sjónini rúmd. Flakavirkið liggur betonggrátt til høgru handar, tá tú fert oman til strandar í hesi vøkru og víðu preriubygd, ið fostrað hevur minst tvey stórskøld. Tað er so ljótt, deyða flakavirkið, at eg fái meg ikki at avmynda tað, men avmyndi heldur stemningsmettaða tokusýnið beint fram, ið sýnir fremsta savningarstaðin í Skálavík og rundkoyringina hjá bilunum í bygdini. Eins og í Havn eru bátahyljar sosial savningarstøð, ja sannir magnetar, hóast flestu bátar, í hvussu er teir í Havn, neyvan nakrantíð loysa frá landi, men heldur eru spekulatiónsobjekt hjá býraðspolitikarum, sum gera hyljar og brúgvar. Kaféin á Mølini er heldur ikki opin, so eg kann ikki annað enn geva einum bygdamanni rætt, tá hann sigur, at nú hvarv í hvussu er tað eina savningarstaðið, har gott var at fáa ein kaffimunn og møta fólki, lokalum og fremmandum og hoyra tey framføra tónleik. Hann sipaði til Depilin, tey kalla, sum nú er konverteraður til skúla, ið eins lítið og flakavirkið tykist draga tey lokalu til sín og gróðurseta eitt lív, sum er neyðugt fyri ferðavinnuna kring oyggjarnar. Dagin eftir fara vit til Húsavíkar, sum heilt vist er millum vakrastu og best hildnu bygdir í landinum, hóast tokan dystast við grøn- ja næstan blábjarta bøin og vil fjala hana, bygdina. So taka vit brátt søguliga vegin til Dals. Hann er so eksotiskur, at eg øtist hvørja ferð eg eri á honum, at eg skal tora hetta. Summstaðni hongur hann beint yvir havið, og fuglur og styggur seyður hoyrist og sæst sum rekvisittir í einum kosmiskum leikhúsi, sum í mjørka bara kann hava ein leikstjóra sum William Heinesen, og við hansara legendariska skálkabrosi kundi itið Snipst Niðurfyri og yvir pallinum kundi í staðin fyri Til Gaman og Álvara staðið "Her er eingin bjarging - ert tú ikki glataður spælimaður." Men í fjálgu kulluni niðri í dalsbygdini, dagar henda lívsjáttandi áskrift, svørt á reklamugulum, framm á enn ómýlda steininum: Hóast mjørka, er bygdin Dalur litrík í hvørjum króki dagin fyri longsta dag. Niðan frá lendingini er eitt yvirlit, ið sigur nøvnini á húsunum. Húsini og nøvnini eru málað á malargrót, ið orðabókin lýsir sum árunt brimbrýnt grót í ella úr møl. Kanska er tað eisini eitt politiskt statement at heingja lesull upp í trøini, so vit verða mint á at einaferð var ull Føroya gull. Longur upp síggja vit serføroyska plakatlist vovin við politiskum broddi og sett á hegnið millum pelarnar. - Hon er úr Dali, men býr á Argjum, siga tey mær um upphavskvinnuna av litføgru listaverkunum meðan eg taki eina mynd við telefonini. Framm við ánni, yvir móti kirkjuni og oman móti strondini síggja vit eina perlurøð av hugnaligum húsum, túnum og gørðum, meðan børnini strúka framvið á súklu. Niðanfyri Snikkarakjallaran, kampingplássið og Eiriksgarð sæst malargrótið, sum brimið hevur mýlt gjøgnum øldir og sæst alla staðni í bygdini, malargrótið. Her niðri í mjørkanum, har bara aldudunið hoyrist, varnist eg eitt heilt fremmant ljóð, ið eg ikki er meinkunnigur við. Nakað sum at hoyra ein sekk við koli verða tømdan, men við einum meira hvøllum og rennandi ljóði, sum er tað ein risastór rangla hjá einum barni, sum á rygginum á Miðgarðsorminum fyllir uppí og stoytir úr, upp í saman, uttan enda og altíð í javnvág, alt eftir hvussu uppgangurin er og skaddan hongur yvir bygdini. Og er steinurin svartur, so verður hvíta brimið eins svart í brotinum heldur enn hvítt. Ein hugtakandi steinsymfoni, ið ringlandi verður slogd upp á land og so drigin og sogin út aftur til tær ævigu maktir djúpt í havsins hjarta. So eitt legg út á lendingina, har eg ytst síggi fyri mær brotnu ímyndina av hybris og tí, sum kann henda tá menniskjan heldur seg vera ódeyðiliga, og eins og hini í øllum landinum byggja út á tað vágvilla hav og tøknin liggur eftir, knekkað. Undir fótunum hoyrist ein ønskriligur blástur úr hybrisholunum, sum eru millum betongstykkini á lendingini. Symfoniin framvið strondini er fulfíggjað. So yvir til kirkjuna, har krossurin sæst í grótlagingini um kirkjuna, ið eg beri aldurin saman við. 1957 er áskriftin. Hóast aldurin er lættur at bera, liggur eitt óunnuligt omen fyri kirkjuportrinum henda dag. Meðan vit bíða, kundi myndin verið kallað, okkum til áminningar, djúpt niðri í dalinum. Men lívsfrískar myndir og málningar eru eisini at síggja í Sandoynni. Í durinum, har vit gista í Skálavík, er hesin framúr litríki og formsterki málningurin hjá Amariel Norðoy frá 1978. Hann er ikki ólíkur honum hjá Ingálvi av Reyni, sum er frá miðskeiðis í sekstiárunum, og sæst í Listasavninum heima á Sandi, har Summartónar hava konsert og fleiri forvitnisligar tekningar hjá Ingálvi síggjast. Tað verða seinasta vegjaðaramyndir á hesum sinni. Manga takk fyri! Flóvur av slovum flow tv Ein fótboltsspælari doyði á einum donskum vølli, men stóð upp, eftir at køn fólk á staðnum høvdu funnið ein hjartastartara og dugdu at brúka hann. Alt meðan upptøkutólini gingu og øll verðin hugdi.  Hetta flow av hendingum rakti út í hvønn krók, so vit fingu upp í leypar av magasinsendingum um at doyggja á vøllinum, um fólk, sum vóru til staðar og sóu hendingina og ikki fingu kreppuhjálp, og um hjartastartarar og hvussu vit plasera teir, og hvussu vit kunnu brúka Stayin' Alive úr farnu øld sum rytmiska pumpu, tá vit standa mitt í tí og skulu geva massasju mitt í miðlunum, in medias res, har the medium is the massage, so segði hann.  Og í vikuni hevur fremsti sjónvarpsverturin verið á makrelveiðu við gøtumonnum, og innkomnir liggur Brimil fyri teimum og gevur eina bót. Eftir siti eg við spurninginum, hvør visti av hvørjum, ella var hetta bara ein summarkrimi hjá Degi og Viku um heimligt eftirlit, sum faktiskt virkar. Ein cliffhanger av teim stóru. Miðsavnandi miðlar, sum eru á staðnum, hava altíð havt eina styrki og hava hana enn. Tí rópast hesir miðlar fjølmiðlar. Teir hava eini boð til fjøldina. Í morgun heilsaðu tey føðingardagsbarninum, Paul McCartney, við at spæla My Valentine. Straks gjørdu morgunlurtarar vart við seg, og søgdu, at tveir av okkara fremstu sangarum, Terje í Nólsoy og Hanus í Hósvík, eisini fyltu árið. Og einzweidrei, so vóru sangir hjá teimum báðum spældir. Fantastiskt. Lurtarin lurtar eftir Útvarpinum, hóast øll siga, at eingin ger tað Eina løtu sá eg fyri mær, at individualistarnir, ið sløkkja alt uttanum seg, og bara renna einsamallir við oyrabúffum í fjøllunum, hava kortini ikki maktina á føroyska miðlaøkinum. Takk fyri tað. Men týðuligt er, at teir eru flóvir av slovum flow tv, tá tað brettir seg út í øllum veldi. Dupult takk fyri tað. Hví eydnast Kirkjubøur so væl sum ferðafólkastaður? Minnist ikki rættuliga nær eg fyrstu ferð var í Roykstovuni í Kirkjubø, so langt síðan er tað. Men ein søgutráður er, at í 1984 møtti eg Páll bónda á einum videoskeiði í Havn. Og nakað seinni vóru tað brøðurnir Bellamy, ið vildu síggja garðin, tí teir akkurát tá høvdu keypt fedrannagarðin í Florida. - Hann var hundrað ára gamal og kundi fallið í órøkt, kom hann ikki aftur í ættina, søgdu teir báðir við glampandi eygum, og murraðu You Ain’t Just Whistlin’ Dixie undir syllunum. Men tá murrandi floytið rann út, fingu teir at vita, at eitt víkingaskip kom við Stokkastovuni sum byggisett úr Noregi, og at í dag er hesin garður í minsta lagi níggju ferðirnar eldri enn teirra. Tá mistu teir pippið, amerikanararnir, sum fóru at tosa um nýggjasta Ford pickuppin, reyðan við breiðum felgum, og eg ørminnist, at eg helt meg hoyra teir hugsa, at undir hesum firmamenti við Brandansvík kann eingin alin úr nýggja heiminum hjá hvíta manninum brúkast. So mikið størri er ábyrgdin at umsita bæði garð og ferðafólkamóttøku á júst hesum stað. Storytelling, førleikin at siga søgur, er tað fyrsta og mest avgerandi, ið møtir okkum eins og útlendinginum, so vit kenna okkum sum mitt í verðini, tí tað er tað øll ferðafólk ynskja at verða, sett mitt í verðina, eisini tá kríatúrini skulu fóðrast. Og so er tað praktiska parkeringsplássið niðri við kirkjuna, sum helst er Føroya elsti bygningur, kirkjan altso. Gjøgnum øll hesi ár hava ferðafólk kunna koyrt og gingið sum teimum lystir, men greitt er, at lítla bygdin kann ikki slúka allari ferðafólkaferðslu, hóast opið er at koma alla staðni uttan í Roykstovuna, har tað kostar 50 krónur, um tú ynskir at gjalda, sum sagt verður á heimasíðuni. Og ert tú heppin, kanst tú eisini síggja inn í gomlu skrivstovuna. Annan vegin er hetta ein gamaldags sjarma úr peningaleysa samfelagnum, men hinvegin ber hetta ikki boð um eina framtíðartryggjaða burðardygd, skal alt haldast við líka í eini ókomnari ferðafólkaframtíð, uttan at profittmaksimerking tekur yvirhond og rennur alt um koll, so eingin tímir at koma á gátt, eins og greiðar ábendingar longu eru úr øðrum støðum í landinum. Vandi er í hvørjari vælferð. Undir skipanini Heimablídni verður ein góður biti boðin í Roykstovuni, har hølini eru tey bestu, hugnaligastu og søguríkastu. Skuldi tú ivast í hesum seinasta, so er at biðja Jóannes siga søguna um lastalúkuna av Principiu , sum fórst í Søltuvík fyri jól í 1895. Undir hvíta dúkinum er hon høvuðsborð í Roykstovuni, lastalúkan. Staðbundin autentisitetur og kynstrið at siga søgur, gera henda stað ógloymandi. At so borðreiðingin og maturin fylgja við, gera ikki løtuna verri, og so slettis ikki, tá tú varnast ljósið niður gjøgnum ljóaran, ið saman við aldrandi brettunum uttan um teg, geva tær eina kenslu av norrønari stavkirkju, sum er tiltikin góð til akustiskar ljóðupptøkur, so broyskið ljóðið er. Uttan prent og list fært tú ein varhuga av slitsterkastu halgimyndini, henni við seinastu kvøldmáltíðini, tá ljósið skínur á okkum øll, og tú sjálvur ert boðin við. Og enn eru vit slettis ikki komin inn í Múrin ella Ólavskirkjuna, tíansheldur út á Bø. Men koyrir tú í bili til Kirkjubøar, so sært tú avbjóðingarnar, sum hesin okkara allra søguligi staður hvønn dag er fyri, nú bakkaverja skal gerast. Ikki tí, hon er neyðug, fyri ikki at siga bráðneyðug, ein bakkaverja við Brandansvík, men tá tú tekur teg gjøgnum Velbastað og har umkring, so sært tú ringastu ræðumyndir, sum Kirkjubøur og øll føroysk ferðastøð eru upp í móti, hvussu søgulig tey eru. Her er eingin náði fyri verkfrøðini. Hygg eftir grótinum úr undirsjóvartunnlinum, sum verður slongt niðan í bøin, og longu innan vit koma til brotna vakstrarhúsið, kanst tú hyggja eftir traktormotorum, oljutunnum og settum bilum, ið sløðast fram við vegnum til gamla bispasætið. Og niðri undir okkum er størsta sár í føroyskum lendi, Gamla Rætt, sum skjótt verður púra óneyðugt, ja kanska kann brúkast sum drive in biografur úr Hesti. Verkfrøðin er vandamikil tá land ella kommuna skal hava hana at gera hol og finna grót, og øll verkfrøðin fer at grópa á fyrsta nesi beint fyri sjónini á fólki í øllum landinum. So sjónlig eru hesi anus mundi , at einaferð var framsýning í Listaskálanum við hesum heimagjørdu holum, ið aldri verða tept, men standa til ævigar tíðir, tí onkur politikari í ovfarakæti tók støðu til tey, hesi heimsins jarðarhol, sum eru aftast í øllum kappingardeildum. Men enn stendur Kirkjubøur sum ein perla, allarfremst við Roykstovuni og hennara servering. Mett sum ferðafólk, kann einki minni enn hægsta støðumet gevast fyri hesa tænastu. Kirkjubøur rular - við Jóannesi og Roykstovuni á odda! Klovn - sjálvspeiandi realitysamfelag Nú kom áttanda umfar við nýggjum pørtum av Klovn á donsku gjaldsrásini TV2 play. Átta ferðir ein hálvan tíma. Í hesum sjálvsmakkandi fótbóltstíðum havi eg sæð tríggjar teirra. Meðan vit í Føroyum eru nýbyrjarar við sjónvarpsrøðum, seks partar av Trom, sum eingin hevur sæð enn, eru tiknir upp, so eru danir vælsignaðir við elsta filmsframleiðslufelag í verðini - Nordisk Film - sum hevur 115 ár á baki og enn er í gongd uppá gott og ilt.  Tað allar ringasta at hava við í tjóðskaparliga filmsferðagóðsinum har í landunum eru fólkakomediurnar, sum óbodnar gera innrás í alt ov nógvum filmum, sum harvið blíva komiskir, uttan at vilja ella vita av tí. Tað er ein filmsk plága í okkara biografum, fólkakomedian. Klovn er altíð á markinum, men hepnast ofta at verða stuttligaru megin eina fólkakommediala roynd at bróta upp úr nýggjum, heilt frá byrjan fyri sekstan árum síðan, og enn halda stílin, hóast stjørnurar í ungdómsdyrkandi realitetinum eldast við somu ferð sum áskoðarin.  Røðin er ein situatiónskomedia við uppistandsskemtarunum Frank Hvam og Casper Christensen, makum og vinfólkum. Ein snaring av teimum báðum veruligu Frank og Caspar, so vit fáa eina blendandi fiktionalisering, sum hjá amerikanska Larry David, ið summi halda vera ógvuliga stuttligan. Hóast eg sjálvdan haldi tað, eru teir báðir Klovnahøvdingarnir í bestu brotum serstakliga stuttligir, tí teir enn sum áður stilla seg út á ein pínligan hátt, íroknað at sita í berum undirbuksum til arbeiðis, so komikkurin verður absurdur úti í tað heilt svarta, sum er púra óskammað.  Og tó - øll árini havi eg hildið, at ikki mannligu høvuðsleikararnir, men Mia Lyhne hevur munin og altíð eydnast at verða hin stuttligasta og mest hugvekjandi. Tað haldi eg enn, hóast teir báðir, Frank og Caspar, alla tíðina og rættuliga maniskir strika vøllin av.  Tann søgan, sum eftir mínari fatan stingur allar djúpast í hesum trimum fyrstu pørtum í nýggjasta umfarinum av Klovn, er kvinnuligi lesiringurin hjá Miu. Uttan at hon veit av tí, hevur Frank blandað ljóðbókina, so kapitlarnir verða lisnir í skeivari røð, shuffle, sum valknappurin sigur. Lærdu lesi(vin)konurnar stoyta hana úr kollektiva lesisamfelagnum, tí tær halda, at hon slettis ikki hevur lisið bókina, men roynir at tiltuska sær ein falskan status og identitet í stættarsamfelagnum, har tær vilja sita trygt á fleskinum. Tað er ein lúsingur, sum situr, tí Mia tekur sær hendingina nær. Eitt gott brot. Og so er fanin leysur, tá hon fær fatur á rætta samanhanginum. Haldi ikki, at nakað annað brot stingur eins djúpt í sjálvspeii og hetta.  Ein góður tráður, sum eisini er eitt spark til nalvapilkandi podcastarar, er, tá Frank fer at gera podcast um heimsins heilagu burðardygd, og nevnir í podmikrofonina á køksborðinum tann óbegríliga djúpa tanka, at lættast er nokk at skjóta amerikanska forsetan. Tá hann og Caspar skulu til USA, soleiðis eini sneisaørindini, sum tey gera har í yvirstættarjetsettinum, fær Frank ikki innfararloyvi. Amerikansku myndugleikarnir hava skrásett, at hann vil skjóta forsetan. Stætt so.  Eitt annað blinkstrandi reality-spark er til ein ungan kvinnuligan influensara, sum vil hava tjúgutúsund krónur frá Michael Carøe, um hon ikki sleppur at leggja eina mynd av honum – í hennara song – út á netið. So mugu vinmennirnir út á gøtur og stræti at savna pengar. Avleiðingin er ikki óstuttlig.  Hóast teir eldast, Frank og Caspar, borga teir enn fyri átufrekum undirhaldi, sum vert er at smakka uppá í sjálvspeiandi realitysamfelagnum. Jú, mín sann. Klovn er gott salat, sum enn ikki er fallið fyri aldursmarkinum. Kanst tú ikki bara flyta teg? Einki kann sum veruleikin flyta fiktiónina og vinna á henni. Men tá er treytin altíð, at veruleikin verður formidlaður og kemur til mín. At onkur var til staðar at siga mær søguna. Eitt sannleiksvitni, sum slapp framat. Tað kom mær til hugs í gjár, tá Dagur og Vika í átta minuttir valdi at varpa ljós á tvær føroyskar kvinnur, sum høvdu verið fyri rasismu og sluppu at bera fram teirra søgu uttan óviðkomandi avbrot. Redaktionella valið kundi eisini verið tað øvugta, at søgan varð vald frá, tí hon er alt ov long, diffus og kanska passar tað slettis ikki, sum tær báðar siga. Lukkutíð hugsaði redaktiónin ikki so, men bar okkum søguna, róliga og so leingi hon vardi, júst henda dag. Eina kvinnan segði frá um ein túr í svimjihylinum, har ein mamma ikki tímdi at siga barninum frá um, at summi eru myrkari í húðini enn onnur, og bað objektiið, frásøgukvinnuna í Degi og Viku, flyta seg, so hon hvarv úr eygsjónini hjá barninum. Hetta er besta søga eg havi hoyrt í langa tíð. Tá eg hugsi um formidlingina og redaktionella valið hjá redaktiónin hetta kvøld, er tað sum sitatið hjá Picasso gerst livandi, javnvigandi sitatið um at listin er tann lygnin, sum sigur okkum sannleikan. Hetta var ein listarlig handfaring av sjónvarpsmiðilinum. Bravo fyri tí! Bjørk og Nicola - frá Malaga til Norðradals - Føroyar er eitt fantastiskt land, sigur Bjørk Sjóðklett, sum í døgunum 2.-4. juli skipar fyri The Fairy Island Festival í Norðradali, sum er fjarskotin og tó dygst við Havnina. Hon sæst til vinstru omanfyri og til høgru er Nicola Filippini. - Men Føroyar eru eisini eitt lítið land, so úrvalið av fjøllbroyttum upplivingum er sjálvsagt rættuliga avmarkað, leggur Bjørk afturat. - Aftaná at hava búð uttanlands og hava fingið ein heilt serligan kærleika fyri at dansa, serliga til psytrance, havi eg saknað eitt stað, ið spælur slíkan tónleik her hjá okkum, sigur Bjørk og grundgevur fyri tokkanum til akkurát henda tónleik. - Orsøkirnar til at eg elski psytrance eru fleiri. Fyri tað fyrsta er tónleikurin ein kraft, sum kann loysa nógva orku, bara við at dansa afturvið honum, og so er hann skipaður soleiðis, at man kann blíva við at dansa, heilt leingi og út í eitt, so man kann koma til eitt stað í tær sjálvari, har tú steðgar at hugsa, og bara ert, beint her og nú, sigur Bjørk.  - Eg havi verið til fleiri sløg av festivalum, og eg havi aldri upplivað eitt annað slag, har samanhaldið er so gott, sum á einum psytrance festivali. Tú følir teg veruliga vælkomnan, respekteraðan og góðtiknan. Har eru eisini altíð nógv ymisk alternativ og kreativ tiltøk á slíkum festivalum, so fyri meg er tað sum eitt lítið paradís, sigur Bjørk og fer at greiða frá um føroyska festivaldreymin. - Tað hevur leingi veri ein dreymur, at fáa ein slíkan festival til Føroya. Eg byrjaði at arbeiða við at realisera dreymin fyri tveimum og einum hálvum ári síðan. Sjálvt um eg hevði stuðul frá fólki í Danmark, var eg meira ella minni einsamøll, so tað eydnaðist ikki tað fyrsta árið.  - So møtti eg tilfeldigvís sjeikinum hjá mær, Nicola Filippini, á einari strond í Malaga, sigur Bjørk og lýsir hann sum psytrance producara, ið hevur staðið fyri fleiri psytrance tiltøkum, stórum og smáum. - Vit funnu saman, og við hansara royndum og sambondum og mínum sterka vilja, at gera alt sum skal til, fyri at fáa tað at rigga, byrjaði tað nú endiliga at líkjast nøkrum. Men so kom korona í 2020 og steðgaði øllum, akkurát tá vit vóru klár. Í ár er so triðju ferð, at festivalurin er ávegis, sigur Bjørk.  - Men heldur ikki í ár skuldi tað verða lætt. Ein mánað áðrenn festivalurin skuldi vera, tók nýggja kommunustýrið í Vága kommunu loyvið aftur. Vit minkaðu alt niður, fyri at tillaga okkum til koronatilmælini, helst sum tann einast festivalurin í Føroyum, og høvdu enntá tosað við tann nýggja borgarstjóran, at tryggja okkum at hann eisini var inkluderaður og fingu hansara góðkenning. Allíkaval hendi hetta. Men aftaná at hava lagt so nógva tíð, orku og sál í eitt projekt, fara vit ikki at geva upp. Heldigvís hava vit so nógvan stuðul og so nógv, sum gleða seg til hendan festivalin, og vilja hjálpa okkum uppá allar møguligar mátar, so tað eydnaðist okkum at umstrukturera og flyta alt til Norðradals uppá stutta tíð. Uttan slík fólk hevði einki borið til.  - Sjálvt um vit bert eru tvey, sum hava ábyrgdina, eru vit 50, sum arbeiða saman, at fáa hendan dreymin til veruleika, og tað skal líka sigast, at eingin av teimum verður betaltur, alt er ein felags visjón um at fáa ein dreym til veruleika. - Tað, sum eg havi lært av hesari prosessini er, hvussu týdningarmikil ein felagsskapur er. Í staðin fyri at hugsa: “Um nakað skal gerast rætt, má man gera tað sjálvur”, eri eg farin yvir til: “Teamwork makes the dream work”, ella T.E.A.M. = Together Everyone Achieves More. Fyri okkara team eri eg í ævir takksom, sigur Bjørk Sjóklett, sum saman við Nicola Filippini stendur fyri Fairy Island Festival í Norðradali í summar. Renegotiating the Social Contract Ein genta í Portland, Oregon, sum á hesum stað plagar at dansa um træið á jólum, lyftir nevan úr bilinum, sum er á Pioneer Courthuse Square í miðbýnum, har mannamúgvan mótmælir ta viðferð, sum svørt eru fyri um alt landið, tá tey møta løgregluni. 46 ára gamli George Floyd, sum doyði 25. mai í løgregluhondum á gøtuni í Minneapolis, Minnesota, er nýggjasta orsøkin til tær mótmælisgongur, ið nú fara um alt landið. Matthew Workman skrivar, fotograferar og hevur gjørt ljóðupptøku til Birkblog úr miðbýnum í Portland, Oregon, har hann býr og var við í stóru mótmælisgongunum mánadagin og týsdagin. Myndin av Matthew Workman, sum skrivar ferðabrævið úr Portland, Oregon er tikin í summarmjørkanum í Havn í fjør summar. Innstilling nummar túsund Hósdagin fóru upptøkurnar við krimirøðini Trom um eitt søguligt túsundamark. Filmsupptøkurnar verða gjørdar í Sjóvinnuhúsinum á Vestarubryggju, har Faroe Seafood var fyrr. Har er løgrelustøðin og alt upptøkuliðið. - Helst er hetta ein spurningur fyri Málteigin, tí vit samskifta á enskum og siga slate, fyri instilling, siga Rannvá og Jón.  - Vit í bransjuni eru bara fyri okkum sjálvi, so eingin rættar okkum málsliga. Vit samskifta á enskum. Men til ber at siga, at innstilling er ein vinkul. Senan verður býtt upp í innstillingar og kameravinklar. Vit noyðast at tosa internationalt, siga tey, tá eg spyrji, hví sjampanjupropparnir nú hoyrast úti í køkinum.  - Tað er tí at nú náddu vit innstilling nummar túsund! Eg takki fyri frágreiðingina í nýggjastu listagreinini í Føroyum, filmslistini, nú hon fór um hetta søguliga túsundahvarv. Til lukku og góða eydnu! Krimprumputíðir Í hesum krimprumpuendatíðum, nú einki ber til, hvørki í fótbólti ella journalistikki, er vert at hyggja í hinar heilagu skriftir um Jerúsalems oyðileggilsi, nú alt er um at fara upp í royk júst har, í heilaga landinum. Hyggja vit í kirkjubíbliuna um Jerúsalems oyðileggilsi hjá Matteusi 24:7 , so síggja vit tað margháttliga, at seinastu dagar jarðarinnar skulu verða merktir av at "fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki", sum sæst omanfyri. Victor'sa bíbliutýðing, sum verður brúkt í brøðrasamkomuni, brúkar ikki "fólkaflokkin" í sakralt eskatologiska tekstinum hjá Matteusi um hinar seinastu dagar, sum ganga út frá Jerúsalems oyðileggilsi og heilt út til enda jarðarinnar, men sigur í staðin, at stríðið verður "tjóð móti tjóð", sum sæst niðanfyri. So er spennandi at frætta, um krimprumpuveldið, sum hevur hertikið landið, nú fer at krevja av bispi, at hann ikki skal lesa "fólkaflokkur", sum autoriseraði teksturin sigur, men gera sum brøðurnir og í staðin bróta breyð og næsar og lesa "tjóð", tá komið er at evsta degi og burturrykking er byrjað.  Livst, so spyrst. Fía sigur frá um Gásadalsfilmin Gásadalsbørnini (Mattias, Durita, Lucia, Eva og Fía) saman við Rudi Køhnke, ið spælir pápi teirra, til endaveitsluna tá upptøkunar vóru lidnar til filmin Fågelfångarens son - Tað er rættuliga tilvildarligt, at eg eri við í filminum, sigur Fía Mortensen, ið er 10 ára gamla Vígdis í filminum Fågelfångarens son , sum vanliga verður kallaður Gásadalsfilmurin, og helst er tann filmur, ið flestu hava sæð innan fyrsta sýningarvikan er umliðin. - Mamma sá á Facebook, at tey leitaðu eftir børnum til ein spælifilm. Av tí at mær altíð hevur dámt væl at spæla sjónleik og skapa mær, helt mamma, at hetta var akkurát nakað fyri meg, og eg var einig, sigur Fía. Mamman skrivaði til Honnu Flóvinsdóttir, ið hevði fingið til uppgávu at casta børnini til filmin, at Fía hevði hug at royna meg. Tær vistu einki, hvat fyri filmur talan var um, ella at talan var um ein so stóran spælifilm, sum henda. - Vit hildu, at tað kanska bara var ein lýsing ella ein stuttfilmur, sigur Fía. Saman við fleiri børnum, varð Fía biðin at koma til upptøkuroynd í Sjónleikarahúsinum í Havn. - Tá skuldi eg siga ein tekst úr filminum, ið eg skuldi siga framman fyri einum myndatóli. Upptøkurnar skuldu sendast til Svøríkis til leikstjóran at síggja. Tá skiltu vit, at talan nokk var um eina nógv størri verkætlan, enn hvat vit upprunaliga hildu, siga Fía og mamman, Heidi. - Umleið ein mánaða seinni bleiv eg biðin um at koma niðan á Hotel Føroyar, tí leikstjórin vildi síggja meg aftur. Innan fekk eg tríggjar tekstir sendandi, ið eg skuldi duga uttanat, men hesu ferð skuldi eg læra meg teir á svenskum. Tað var eitt sindur ringt, men fastir mín hevur búð í Svøríki og dugir væl svenskt og hevur spælt nógv sjónleik. So eg og hon vandu saman innan upptøkuroyndina. So gingu umleið tveir mánaðir aftur, innan Fía fekk at vita, at hon hevði fingið leiklutin sum Vígdis, sum er elsta systurin í filminum. - Eg bleiv so glað, men mátti ikki fortelja nøkrum, at eg skuldi spæla við í filminum fyrr enn umleið tveir mánaðir aftaná, eg hevði fingið tað at vita. Alt var hemmiligt. So tað var ordiliga ringt at vera so glað og spent, men ikki kunna siga tað fyri nøkrum, sigur Fía. Fía Mortensen og Ása Pálsdóttir stutt aftaná at tær hava fingið at vita, at tær skulu spæla Vígdis (yngri og eldri), og aftaná at tær hava roynt klæðini í filminum Fía hevði nakrir mánaðir at læra seg allan tekstin, sum hon skuldi siga í filminum, innan upptøkurnar byrjaðu. - Vit fingu handritið, men alt stóð á svenskum, sum eg ikki skilti so væl. Mamma læs alt handritið fyri mær og umsetti til føroyskt ímeðan. Í einum handriti stendur nógv um, hvussu stemmningurin er í einari ávísari senu, til dømis um Vígdis, sum er ein leiklutur, var ill, kedd ella glað, og hví hon var tað. Tað tosaðu eg og mamma nógv um innan. Tá sjálvar upptøkurnar byrjaðu, tosaði Hanna Flóvinsdóttur við meg um, hvat Vígdis skuldi gera og um hvussu Vígdis hugsaði. Eg havi lært ordiliga nógv frá Honnu, og eri eg ordiliga glað fyri tað. Tað at Vígdis. sum er mamman í filminum, og Rudi, sum er pápin í filminum, eru ordiliga fitt, gjørdi eisini alt nemmari, tí tað gjørdi, at eg ikki var bangin at spæla saman við teimum, sigur Fía um leiklutin sum 10 ára gamla Vígdis. - Eitt annað stuttligt við filminum er eisini, at míni foreldur eru statistar í filminum, og lítla systur mín Ria hevur eisini ein lítlan leiklut. Onkuntíð var tað tó ordiliga snedigt at spæla sjónleik. Til dømis skuldi eg í einari senu renna yvir til Liviu, ið spælir vertshúsvertinnan, og klemma hana ordiliga fast, og verða ordiliga góð við hana. Hettar var løgið tí eg hevði ongantíð tosað við hana áðrenn, og nú skuldi eg verða ordiliga góð við hana. Tað harðasta fyri meg í filminum, var senan har eg royni at kvala lítla beiggja mín við einum kodda. Eg var so bangin fyri at koma at gera tað ordiligt. - At gera ein film er ordiliga stuttligt. Eg havi lært nógv og vil fegin sleppa at gera fleiri filmar. Men tað er strævið at tað onkuntíð er so nógv bíðitíð, serliga tá veðrið ikki er gott. Sum oftast var tó okkurt annað barn eisini har, so vit hugnaðu okkum saman, meðan vit bíðaðu. Úti á Bøsdalafossi, har Fía og Mattias D. Eidesgaard bíða eftir at upptøkurnar byrja  Um lidna filmin, sigur Fía Mortensen, at henni dámar hann sera væl. - Eg havi longu sæð hann fýra ferðir. Tað besta við filminum er tó, at eg havi fingið so nógvar góðar vinir, og vit hava eisini møtst tvær ferðir aftaná at upptøkurnar vórðu lidnar, sigur Fía. Fía Mortensen og Eva á Rógvi, ið spæla systrar í filminum Niðrandi eyknevni í fótbólti Hesa írsku filmsplakatina hevði eg leingi hangandi á vegginum, innrammaða. Ein framúr leiklutur hjá Daniel Day Lewis, sum tá sást í Sjónleikarhúsinum ein sunnudag, eftir at fótbóltskappingin í Gundadali var av. Tað var treytin hjá operatørinum. - Ikki blanda kappingarárið og sýningarskránna, tí áskoðaraskarin er hin sami, segði hann. Tað fekk meg sannførdan um, at filmur og fótbóltur spruttu úr somu fólksligu mentan, og aldri vóru longri enn hálvan annan tíma, og høvdu ein steðg á hálvari leið, so stundir vóru at pissa, men ikki meir. Soleiðis var fólksliga savningarmentanin fyri ta sunnudagsbilettina. Men aldri minnist eg at filmiska yrkispressan happað nakran fyri eitt likamligt brek, sum til dømis í filmaðu ævisøguni um My Left Foot , har høvuðsleikarin bara kundi samskifta við vinstra fóti. Og fekk hægstu virðisløn fyri tað. Um vikuskiftið varnaðist eg, at yrkisliga ítróttapressan nú er farin at savna seg um eina aðra mentan. Danska Ekstrablaðið og eitt annað útlendskt ítróttablað, helst norskt, góvu føroyska toppskjúttanum, Klæmint Adrasson Olsen, eitt eyknevni, sum ikki bara var óhoyrt happandi, men samstundis fekk meg at slúka happingina, tí hon kendist sum fótur í egnari hosu, so tølandi natúrlig var hon í skrivingarlagnum hjá útlendsku journalistunum. Visti eg ikki betur, so helt eg, at fremsti føroyski málslúkur varð navngivin og kallaður soleiðis. Men nei. Eftir skjóta leiting komi eg lukkutíð eftir, at tað bara er útlendska pressan, ið brúkar eyknevni, tá hon á henda hátt skrivar til lesaran í ekkórúminum í heimlandinum. Samstundis sum eg fegnist um, at okkara egna ítróttapressa, ið týðuliga hevur bestu søluvøruna, fótbóltin, um hendi, ikki dyrkar hesa lágu mentan og atferð, so øtist eg yvir lágt niðrandi skrivingarlagið hjá danska Ekstrablaðnum og norsku líkunum. Hvat er tað, sum ger, at menningarstigið hjá ítróttalesarum og ítróttaskrivarum er so ymiskt í so líkum grannalondum og tað í somu ítróttagrein? Gjørdi av at spyrja Tóru við Keldu, sum umframt at vera forkvinna í Megd, eisini hevur verið aktiv í ítrótti, hvat hon heldur um niðrandi skrivingarlagið hjá fótbóltsjournalistum, sum enntá sæst í yvirskriftum. - Mín áheitan til føroysk fjølmiðlafólk vil vera, at tað eigur ikki at undra nakran, at góð og dugnalig ítróttafólk kunnu bera brek. Sigið góðu søguna uttan eyknevni við virðing fyri dugnasemi og ágrýtni. Latið tykkum ikki ávirka av útlendsku miðlunum. Orð hava týdning, so brúkið tey við umhugsni, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, við Birkblog í morgun. Gott, at føroysk ítróttapressa í hesum máli er komin longur fram á leið enn í grannalondunum. Helst hevur verið lúkað so væl og leingi her hjá okkum, at tílíkt orðalag ikki fæst til keyps í føroyskum bløðum ella hoyrist í loftmiðlum. Takk fyri tað! Málríkur mánadagur Hetta er Charles de Gaulle í nýggjum fronskum filmi. Bárður Højgaard, sum býr í Lamba, er Mentanar- og ítróttarsamskipari hjá Runavíkar Kommunu. Hann hevur lisið Upplivingarbúskap á lærda háskúlanum í Aarhus, og er nú farin undir eina spennandi ætlan at vísa film í Løkshøll. Men kravið til filmsúrvalið er heilt serstakt. Heitið er Málríkur mánadagur, sum skal skiljast heilt bókstaviliga, og ikki hevur nakað sum helst við fótbólt at gera.  Annan mánadag í hvørjum mánaði verða úrvaldir arthouse filmar, sum Bárður og Filmsfelagið eru samd um at seta á skrá, vístir almenninginum í Løkshøll. - Flestu filmar, ið koma á føroysku løriftini, eru á enskum ella donskum máli, kann henda øðrum skandinaviskum málum, sigur Bárður.  - Undir heitinum Málríkur mánadagur ynskja vit at ríka um filmsupplivingarnar í Føroyum við at vísa filmar á øðrum máli enn á høvuðsfilmsmálunum um okkara leiðir. Avtala er fingin í lag við útlendskan veitara, ið hevur slíkar filmar sum sergrein, eins og flestu veitarar stundum hava filmar á øðrum máli, ella við øðrum upprunalandi á skrá. Tað finnast ein ørgrynna av filmum á øðrum málum. Summar søgur kunnu ikki týðast nóg væl til kendari filmsmál, men eru betur og sterkari á upprunamálinum. Eitt gott dømi er suðurkoreanski filmurin Parasite, sum Filmsfelagið vísti 5. februar í fjør, og sum vann fleiri Oscarvirðislønir í 2020, eitt nú fyri besta film, sigur Bárður. - Tað er gott at vit samstarva, sigur Bárður. Sjálvur hevur hann innleitt sýningina við danska filminum Dronningen í Filmsfelagnum í Havnar Bio hin 27. mars í fyrrárið. Franska filmin um de Gaulle vísti Filmsfelagið mikudagin hin 14. apríl.  Góður filmur kann ikki síggjast ov ofta.  Tá skipanir gloyma børnini So stuttligt er jólatræið, sum fyrst í mai lýsir tilboðini til børn og ung í Føroyum í dag. Tað var fríggjadagin, at ein sjáldsama hugvekjandi ráðstevna var í Norðurlandahúsinum. Undir heitinum Kná børn , hevði Almannaverkið sett sær fyri at ”seta gongd á eitt arbeiði, sum skal tryggja, at øll børn og ung í Føroyum, rættstundis, fáa javnbjóðis møguleika at standa seg í lívinum.” Tað, sum fyrst fangaði meg, umframt stóra og sjálvrannsakandi evnið, var, at Almannaverkið á triða sinni bjóðaði øllum til ráðstevnuna, uttan at tekna seg frammanundan og uttan at gjalda. Hvussu í allari víðu verð skulu tit halda skil á hesum, hugsaði eg við stirvnum læraradøgum í huga, har øll skulu tekna seg, fáa navn í bringuna, fáa koyripengar og váttan um frían vikar, og so akkurát tann mat, sum hóvar teimum og einki annað grønt úr Havn. Men allar ivasamar hugsanir og fyrivarni úr læraraverðini vórðu gjørd til skammar av tí heilt annarleiðis virkna Almannaverkinum. Teknmálstulking var alla tíðina í øllum hølunum í Norðurlandahúsinum, framúr matur í ríkiligt mát varð serveraður til øll, sum mundu vera um 800 fólk, og yvirlitið á øllum uppsløgunum var dagført og framúr. Og so varð ársins rúmliga arbeiðspláss kunngjørt, Sandavágs Timburhandil, sum stjórin Albert Ari Thomassen tók ímóti. Eyðgun Samuelsen, landstýriskvinna, setti ráðstevnuna um knáu børnini og segði m.a. ”Tíverri eru tað børn, sum vaksa upp í ótryggleika, mistrivnaði og viðhvørt misrøkt. Orsøkirnar kunnu vera fleiri og eru altíð samansettar. Um vit bara tosa við tey, sum eru samd við okkum sjálvum, koma vit onga veg. Tí dámar mær væl, at Almannaverkið hesaferð hevur bjóðað eina rúgvu av øðrum myndugleikum, stovnum og ikki minst sjálvbodnum áhugafelagsskapum við bæði í tilgongdina at gera av innihaldið á ráðstevnuni og ikki minst, at skráin eisini hevur givið rúm fyri at onnur, sum ikki umboða ella starvast í Almannaverkinum, fáa møguleika at koma við sínum sjónarmiðum um, hvat vit ikki gera. Vit hava ofta lyndi til at gloyma at taka tey, sum hava brúk fyri hjálp við uppá ráð, tá vit gera skipanir sum skulu hjálpa. Tí er tað sera jaligt, at børn og ung eisini hava fingið rúm á ráðstevnuni. Vit kunnu sanniliga fegnast um, at vit eiga ung fólk, sum eru so mikið djørv, at tey tora og tíma at siga okkum frá sínum persónligu søgum um vantandi hjálp og skipanir, sum ikki altíð hava verið so góðar at lofta. Í Føroyum eru vit heppin at hava nógv fólk, sum arbeiðir sjálvboðið. Stórt sæð allar vælferðartænasturnar hava sín uppruna í sjálvbodnum arbeiði, sum undangongufólk eru farin undir, tí tey hava sæð tørvin og gjørdu nakað við tað. Eg eri sannførd um at vit eiga at varðveita og styrkja teir sjálvbodnu felagsskapirnar júst tí teir eru betri til at fáa samband við tey ungu og náa ofta út har tær almennu skipanirnar ikki røkka. Øll tykjast samd um, at tvørgeiralig átøk eru neyðug, um børnini skulu loftast og fáa nøktandi hjálp. Viljin til at arbeiða tvørgeiraligt tykist eisini vera til staðar hjá øllum pørtum. Vit hava eisini góð dømi um, at tá vit arbeiða saman, so flyta vit nakað. Tó vita vit eisini, at tað er tungt at arbeiða tvørgeiraligt og ikki minst at halda lív í tvørgeiraligum arbeiði.” Rósa Samuelsen, sum er valevni fyri Sambandsflokkin, sigur í tíðindaskrivi aftaná ráðstevnuna, at tað, sum skakaði hana mest vóru ”frágreiðingarnar frá tveimum fantastiskum ungum kvinnum, sum høvdu dirvi til at greiða frá sínum lívsroyndum, og hvussu tær hava upplivað skipanina. Tíbetur høvdu tær fóta sær og fingið hjálp, men uttan iva hevði lív teirra verið øðrvísi um tær fingu ta røttu hjálpina nógv fyrr og rættstundis. Í ein ávísan mun vóru tað ymisk viðurskifti tær greiddu frá, men til felags vóru tað nógvar óhugnaligar líðingar tær høvdu verið í gjøgnum.” Púra samdur, at júst hetta, sum var úr Stoffalág 35 í Havn, var so nógv tað sterkasta innslagið, í hvussu er av tí, sum eg hoyrdi. Loyvt varð ikki at fotografera, júst tí at hetta var so persónliga avdúkandi, og at ”fleiri tykkara í salinum vistu alt um mína støðu”, sum onnur kvinnan segði beint fram. Júst hesin setningurin var hin mest rámandi henda fakdagin við almannamálum. Hin unga kvinnan, sum var við í framløguni, Anna Nolsøe Joensen, var aftur á skránni seinrapartin við sjáldsama skilagóðum orðum og hugsanum. Tríggjar kvinnur, Rebekka Perlick, yvirlækni í barna- og ungdómspsykiatri á Psykiatriska deplinum, Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari hjá Bláa krossi og Súna Mørk, sum er leiðari í Fountainhúsinum, settu saman allar skipanir, ið eru tilboð til brúkaran, ið er yvirrendur av betongskipanum, sum tykjast egin kongarríki við øllum hugsandi forðingum og seinkingum, har allar hugsandi nevndir og málsvigerðarar skulu uppí og barnið, sum einaferð var í miðdeplinum, verður gloymt. Tær tríggjar vóru framúr at loysa hesa lítið tænastusinnaðu støðuna í Nútíðarføroyum. ”Greiði boðskapurin var, at allir múrar og forðingar mugu brótast niður og byggjast skal upp ein tvørfaklig samanhangandi skipan, soleiðis at tað eru børnini og ungdómar og tørvurin hjá teimum, sum skal verða sett í miðdepil”, sigur Rósa og eg kann bara nikka samtykkjandi tá henda dinosauriska skipan verður varpað upp á veggin. Orðstýrari var Høgni í Jákupsstovu. ”Tørvur er á nýggjum arbeiðshættum. Óansæð, hvør ella frá hvørjum hjálpin skal veitast, so er neyðugt fyrst og fremst at hugsa samskipandi, samanhangandi og tvørfakligt. Vit skulu hugsa heila menniskja, har útgangsstøðið til eina og hvørja tíð er persónurin og familjan”, sigur Rósa og eg nikki afturvið hvørjum orði. Ein av útlendsku fyrilestrahaldarunum var danski Per Schultz Jørgensen. Nær sleppa vit í biograf aftur? Gudmund Helmsdal innnleiðir sýningina við suðurkoreanska "Parasite" í Filmsfelagnum 5. februar. Eftir útseldu frumsýningin í Filmsfelagnum gekk filmurin í tríggjar vikur í Havnar Bio, har í miðal 100 fólk sóu hann hvørja ferð. Ole Wich tók myndina. Hvussu trúfastur er biografgangarin, og hvørja ávirkan fer koronastongsulin at hava, tá biografarnir opna aftur? Tað hevur danski filmstovnurin, Det Danske Filminstitut, kannað í samrøðu við 1300 fólk, tá donsku biografarnir høvdu verið stongdir í sjey vikur. Í 10 stigum er nú tikið saman um úrslitið, so tað er lætt og skjótt at lesa. Mest sum allir filmar í Filmsfelagnum og teimum báðum biografunum, Havnar Bio og Atlantis, eru frá donskum filmsútleigarum, ið eiga rættindini at vísa aktuellar biograffilmar í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Tí kann danska úrslitið eisini lesast sum ein varislig støðumeting av miðal føroyska biografgangaranum, og hvussu hann ella hon metir givnu støðuna tá umræður at fara í biograf aftur og undir hvørjum treytum. Meginparturin av áskoðaraskaranum í Filmsfelagnum er kvinnur. Ein munur er tó, at í Danmark hava tey Biografklub Danmark, sum promoverar film, meðan vit í Føroyum hava Filmsfelagið. Móðurmálsdagin 25. mars var ætlanin hjá Filmsfelagnum at frumsýna teir báðar føroysku filmarnar ”Ábyrgd” hjá Katrin Joensen-Næs og ”Trøllabeiggi” hjá Gudmundi Helmsdal. Í staðin vórðu filmarnir vístir á væleydnaða drive-in tiltakinum, sum Durita Fagradal Augustinussen skipaði fyri á keiini í Vestmanna farna vikuskifti. Báðir filmar verða tó eisini sýndir sum ætlað í Filmsfelagnum, tá biografarnir opna aftur. Seinasta sýning í Filmsfelagnum var við danska yvirgangsfilminum  Krudttønden hin 11. mars. Her er kanningin hjá danska filmstovninum. Løtur á bygd Kokkurin á Brimborg, Michael Bjørkær, framman fyri sekkjunum, sum Eirikur á Húsamørk útflytir turkaði toskarhøvd í til Nigeria í Afrika. Sekkirnir eru veggjaprýði uppiá í útbygdu matstovuni við Gøtugjógv, har útsýnið er frítt yvir alla víkina. Dagurin byrjaði við hosuleysum morgunmati á terassuni heima í Tórsbyrgi við útsýni beint á Eystnes og inn í Eysturoynna, har kavi er í fjøllunum. Gott, vit hava tunnil. Saman við góðum vinfólki gekk leiðin í dag til Brimborg við Gøtugjógv.  Brúkarastýrda ummælaratænastan á netinum, Tripadvisor, hevur funnið matstovuna, men enn er einki ummæli, uttan tíggju góðar myndir av rættum, staðseting í Gøtu og hvørji støð, hotell, matstovur og vitjunarverd støð, eru nærindis Brimborg.  Fyrru ferðina, eg vitjaði í matstovuni við Gøtugjógv var fyri tveimum mánaðum síðan, tá eg gav kokkinum, Michael Bjørkær, yvirskriftsheilsanina Karismatisk dynamo í Gøtu. Tá byrjaði eg bloggin rættuliga ovfarin og bilsin av at síggja matstovuna í Gøtu, við hesum orðum: "Lokaliseringsteori er ikki sum at siga tað, og tó. Her í Gøtu koyra fýratúsund bilar fram við um dagin og tíggjutúsund fólk kunnu náast við eini nýggjari tænastu. Upplandið er stórt og gávumilt og rávørurnar tróta ikki. Vit eru millum tvey saltfiskavirki, her eru pelagisk virki, sildavirki og bøndur, fyri ikki um at tala høvdavirkið hjá Eiriki á Húsamørk, sum hevur blást nýtt lív í handilin hjá abbanum Haldor, her posthús, banki og tríggjar skúlastovur hava verið beint við gjónna við Gøtugjógv." Á skránni í kvøld stendur Chef's Selection - Fine Dining Menu, við tíggju rættum. Við borðini sita 60 gestir, so 600 tallerkar eru í umfari við tilsamans 3300 smakkbitum, sum gera matstovuna ítøkiliga og verda at rinda fyri. Vit sita uppiá, har gomlu skúlaveggirnir eru tiknir niður. Tað er fult hús og til viks er ein stova við málningum úr Afrika og vælpolstraðum grønum sofum, umframt matstovuborðið við hvítum pappírsdúki.    Byrjað verður við minimalistiskari rundari servering av ostinum Havgus, sum er inndampaður við portvíni. Fasti osturin er frá danska Vaðilinum, Vadehavet. Guðrun, heldur ostin fram fyri seg. Hon sigur frá um tíðina, tá hon var í kibutz í Givat Oz har norðuri í Ísrael fyri tjúgu árum síðan.  So kemur ein vafla úr asiatiskum shiitake soppum við sibirskum styrjurognum omaná inn á borðið. Eg taki lítla stykkið upp í hondina og smakki. Eksotiskt og ein góð frástøða frá fyrsta ostinum. Tosið gongur við borðið eins og við hitt fulsetta borðið í sama rúmi. Vit tosa um gamla Hvalbiartunnilin og hvussu væl egnaður hann hevði verið til eina føroyska ostagoymslu. Triði rættur er ostra, borðreidd í skel við soði úr skeljasúpan, har rabarba er ein góður og spælandi bakveggur í smakkinum. Við borðið tosa vit um Gjónna og nær hon fyltist við gróti, sum ikki var har, tá eg var smádrongur, ferðaðist her og toldi, at onkur annar legði Stórhyl undir seg. Eirikur á Húsamørk situr við borðið og veit allar smálutir úr Gøtu søgu. Vit eru í Føroya fakfelagsliga uppruna, vøgguni hjá Tróndi og mínum heimstaði fyri ímyndini av samkomulívi, sum stútt og støðugt er í oppositión til danska statsvaldið. Frá grannaborðinum koma tvær systrar og ein, sum hevur búð í húsunum hjá ommu og abba, ovast í bygdini, at siga okkum frá um ættina og ættarbond. Borðreiðingin í gomlu skúlahølunum verður persónlig. Nú koma Michael Bjørkær, sum er kokkur, og Anja Justinussen, sum er matstovuleiðari, við einum grønmetisrætti, ið byggir á blómkál, við nøtum og rosinum omaná. Avmált og vælsmakkandi. Framúr. Vit tosa um nýkomnu donsku bókina Skibet fra Helvede, sum forlagið Lindhardt og Ringhof gav út hósdagin um 345 kz fangar, sum ein skjønnan dag eftir krígslok komu rekandi inn á oynna Møn. Eingin hevur fyrr sagt hesa søgu. Finni ein resonans við teir gomlu á hesum stað, sum vóru upptiknir av at siga søgur, sum eingin annar segði. Og fyri at tað ikki skal verða lygn, so kemur Jerúsalem artiskokkur við tungu inn á borðið. Longur uppi, í 1928-skúlanum, sá eg filmin um John Glenn, sum Geytin vísti í kjallaranum. Tosið snarar seg til seinastu dagar hjá Juri Gagarin, sambært einum russiskum herovasta, sum Eirikur hevur møtt. Herovastin var saman við Gagarin, tá kosmonauturin andaði út. Havtaska er nú á borðinum. Michael hugtekur meg sum kokkur, tí hann hevur eina so leikandi tilgongd til matgerð, ja í løtum er tað sum hann ger køku, lagkøku, hóast evnið er fiskur í matchandi olju við svínakjøti og blómu omaná. Framúr hugvekjandi. Tosið gongur um kervil og allar plantur, sum vaksa beint her, vit ganga. Tað er framúr til spik, sigur Eirikur um kervil. Og so ein avstingara til Afrika og ibo og hausa fólkið. Helst er hetta økið tað tættasta í Føroyum, at knýta vinnulig og missionerandi bond til Afrika. Løgið at hugsa sær, tá vit hyggja út á Gøtuvík og Mjóvanes, har alt orkestrið hjá Ian Anderson, Jethro Tull, mundi gingið burtur, tá havið reisti seg, sum vóru vit saman við Móses í Havinum Reyða í Gamla Testamenti. Bjargingin var at venda við og sigla inn á Norðragøtu, har bussur stóð fyri okkum. Nú kemur blue fin tuna, stoktur tunfiskur, á borðiskin, tilgjørdur við villum hvítleyki. Helst er hetta heimsins besta og á øðrum marknaðum dýrasta hjáveiðan, semjast vit um við borðið. Síðan kemur álað neytakjøt við hattsoppi, og omaná er surgað jarðber, koldskål, sum danski kokkurin sigur. Hann setur seg at rinda leygarkvøldsmøðina og upplýsur, at 85 hava bílagt sunnudagsdøgurða. Lokandi omaná er kaffi frá Eiriki.  Fimmogtjúgu minuttir, so eru vit heima í Havn. Eirikur hevur lært okkum at finna tað unikka í hvørjari støðu og hvørjari søgu. Eitt destillat, ein úrdráttur, av veruligum samrøðum hetta farna hálva árið, síðan Eysturoyartunnilin lat upp, kundi verið henda samrøðustøða: Brúkar tú ikki undirsjóvartunnilin? Nei, hann er ov dýrur. Eg koyri gjøgnum Sundalagið, sum eg altíð havi gjørt, tá eg hiðanífrá fari til arbeiðis í Havn. Bussurin koyrir sama veg sum fyrr, so hann brúki eg onkuntíð. Hann er góður til at taka, tá onkur annar brúkar mín bil. Hóast vit hava tríggjar í húsinum, so brúki eg vanliga ikki tunnilin. Hann er ov dýrur. Tí er áhugavert, at matstovueigarin sjálvur hevur yvirhálað treku Tunnilsføroyar og sjálvur tikið stig til eitt púra privat tilboð, um at verða heintaður í seks persóna bussi og koyrdur uppá pláss aftur, skalt tú síggja, smakka og uppliva borðreiðing uttan fyri Havnina. Prísurin er 250-300 krónur fyri hvønn, tá tú ert í lokaløkinum. Á heimasíðun hjá Auto í Havn stendur at tú kanst fáa taxabil til Gøtugjáar fyri 967 krónur fyri midnátt og 1126 eftir midnátt. Niðast stendur at tunnilsgjaldið er 100 krónur. Vit hava valt at brúka Eysturoyartunnilin og koyra í egnum bili úr Havn fyri 75 krónur í eysturgangandi tunnilsgjaldi. Prísurin fyri máltíðina er 950 krónur. Tá sparir tú vínskránna, ið er parað við matin, og kostar 450 krónur. Samlaða djússkráin kostar 270 krónur. Hóast ikki appelsinfríur ert tú tá mobilur og koyriførur í nýggja gastronomiska vakstrarlagum í Eysturoynni.  Havi lagt til merkis, at sum eingin annar, duga tey í Brimborg at skapa nyttu og innovativan áhuga í og úr nýggja fólksliga samskiftismøguleikanum, so sum Eysturoyartunnilin á tekniborðinum var ætlaður at verða og nú er blivin. Tað eru ikki bara løgmaður og landstýrisfólk, ið skulu fáa sjafførar og ministarabilar í dýrasta vektklassa við fríum parkeringsplássi í friðaðu Havnini sum samskiftisstuðul at skapa mobilitet. Minni kann eisini gera tað, enntá á privatum grundarlagi.  Gævi, at tað fer at eydnast Brimborg at halda góðu gongdini á kóki, so sum hetta tíðarskeið, síðan eg fyrru ferð var her hin sætta mars í ár sum fastapunkti, ber boð um. Gongdin er góð og undirtøkan samsvarandi.  Kanska eru onnur eins vitjunarverd støð uttan fyri høvuðsstaðarøkið, men eg veit í skrivandi stund ikki av teimum.  Spennandi at síggja, hvat ítøkiligt flytføri, hvønn eksaktan mobilitet, nýggi undirsjóvartunnilin kann hugsast at hava elvt til uttan fyri høvuðsstaðin, umframt tann, sum her er nevndur og brúktur sum vitjunarvert dømi. Samskifti, eisini tað av infrastrukturella slagnum, gevur meining. Serliga tá ferðslan ikki bara verður einvegis, men eisini gongur hinvegin - út úr Havnini. Bóndaparanoia Einki er sum at sleingja um seg við orðum. Tað mátti eg aftur sanna, tá eg var á veg til arbeiðis í morgun og rendi meg í eitt bussskýli, sum eg mátti avmynda. Ikki tí, havi sæð, at júst hetta skýlið er fermur orðamóttakari hjá somu hond, ið skrivar við gulltussji, svørtum tussji og onkuntíð á pappír, sum verður heft við hønu á veggin. Nýgjørd orð eru góð og smakka mær væl. Tí tá alt kemur til alt eru tað bara orð vit hava. Tað er sum slagarasangurin hjá Bee Gees: "It's only words, but words are all I have". Nýggju orðini, eg fangaði í morgun, eru  bóndin og paranoia . Veit ikki heilt fyri vist, hvat orðauppskotsstillarin heldur og meinar, men eg fati tað annan vegin sum ein greið siping til bøndur, ið eru bangnir og óðir um alt fremmant, ið kemur á teirra jørð, og hin vegin til okkum sjálvi, sum ikki eru bøndur, men hendingaferð traðka á teirra jørð, ið hava skapt okkum sjálvum eina ræðumynd av bóndanum, sum ein, ið skjýtur frá hond og beitir hundin eftir okkum. Vit eru í eini støðu við bóndaparanoia. Dagsins orðatugga á arbeiðsvegnum. Kreppan flutti 5000 brúkarar Tóri Slættalíð er KT-ráðgevi í Námi: Koronakreppan fekk 5000 føroyskar brúkarar at læra Teams í fjarundirvísingini Fríggjadagurin trettandi mars varð í ár ein helt serligur dagur. Hetta var dagurin, tá skúlar stongdu, samfelagið lat aftur og øll vórðu send til hús. Eina viku undan hesum degi hevði Tóri Slættalíð, sum er KT-ráðgevi í Námi, verið á undirvísingarráðstevnuni Danmarks Læringsfestival saman við starvsfeløgum. - Hóast tað vóru sprittdunkar á hvørjum horni, og tosið um korona var byrjað, so var tankin um, at hendan krúnusjúkan skuldi koma til okkara í Føroyum rættiliga fjarur, sigur Tóri, sum júst hevur havt fyrilestur fyri lærarum um at brúka Teams. Ein journalistur, sum javnan ferðast í Kina, greiddi á ráðstevnuni livandi frá um aktuellu skúlastøðuna har í landinum. - Flestu føroyingarnir møttu til júst henda fyrilesturin, og eg hefti meg við hennara frágreiðing um, at eingin trupulleiki hevði verið hjá kinesisku skúlunum at skifta frá vanligu undirvísingini til fjarundirvísing - sum sjálvandi var undir strongum eftirliti - tí tey tøkniliga eru so væl fyri í Kina, sigur Tóri og minnist, at KT-leiðarin í Námi spurdi, hvussu tað mundi fara at vera, um korona kom til Føroya, og allur fólkaskúlin skuldi leggja um til fjarundirvísing. - Mítt fyrsta svar var eitt skeivt smíl við eini viðmerking um, at tað hevði ongantíð borið til. Korona fór nokk ikki at koma til okkara avbyrgdu oyggjar, sigur Tóri. Men dagin eftir fyrilesturin varð fyrsti koronatilburðurin staðfestur í Føroyum. Og so er restin søga, fram til hesa vikuna, nú samfelagið spakuliga verður latið upp aftur eftir sjey vikum. - Eg trúði snøgt sagt ikki uppá, at tað bar til at flyta ein so stóran og ofta tungan lærarahóp yvir á ein talgildan veg uppá so stutta tíð, sigur Tóri og leggur afturat, at lærarahópurin er eitt fakliga stolt fólkaslag, og tað er tí ofta torført at gera radikalar broytingar á skúlaøkinum. - Á Námi veita vit ymiskar tilgildar pallar, og tað er misjavnt, hvussu nógv hesir vera brúktir. Eg skal kanska skunda mær at siga, at hóast eg arbeiði sum KT-ráðgevi, so haldi eg als ikki, at alt skal gerast talgilt, tí "tað er framtíðin". Talgild amboð eru júst bara tað - amboðið. Tey skulu nýtast skynsamt, amboðini, og í røttum konteksti. Talgild amboð kunnu ikki gera vánaliga undirvísing góða, men tey kunnu gera góða undirvísing betri. Men nú fór eg eitt sindur av sporinum, sigur KT-ráðgevin við knappaborðið og skíggjarnar.  - Henda fríggjadagin trettanda mars vórðu vit so øll send til hús. Eisini næmingar og lærarar í fólkaskúlanum. Næsta vikan var sera rokalig. Nakrir fáir skúlar, sum frammaundan nýttu talgildar pallar, serliga Teams, høvdu tað ikki so torført at umstilla seg. Men avbjóðingarnar vóru stórar hóast hetta, sigur Tóri og lýsir bráddliga íkomnu støðuna við hesum setningi: - Allir lærararnir vórðu so at siga blakaðir inn í ein bil, uttan trygdarbelti og kanska uttan róður, og so avstað við 100 km/t, í meðan teir royndu at finna útav, hvussu teir skuldu stýra! Nakrar mánaðir undan hevði Tóri sjálvur spælt sær við tankan um at halda online-skeið fyri lærarum. - Men av tí, at eg ikki var heilt nøgdur við nakrar tøkniligar avbjóðingar - mann er jú perfektionist - so fór eg ongantíð í gongd. Men nú var neyðin har. Og neyðin lærdi meg og kastaði meg inn í skjóttkoyrandi bilin, eg nevndi í áðni. Nú fór so fjarundirvísingin í gongd í øllum landinum. Allur fólkaskúlin hevur atgongd til Office365 pallin hjá Microsoft og harvið eisini samskiftis- og samstarvspallin Teams. Og her er tað, at tølini vísa, hvat ein ítøkiliga kreppa kann elva til. - Tølini hjá okkum siga, at undan koronakreppuni vóru um 500 regluligir brúkarar í gongd hvønn dag. Fyrstu vikurnar fór brúkaratalið upp á 3000 og eftir longdu páskafrítíðina var talið 5000 brúkarar, sigur Tóri Slættalíð. - Tað er einki at ivast í, at hetta hevur verið ein stór avbjóðing fyri lærarnar, tí tað hava verið nógvar tekniskar, didaktiskar og námsfrøðiligar avbjóðingar. Men hetta hava lærararnir megna at koma ígjøgnum. Og hetta eiga teir at fáa stórt rós fyri, sigur Tóri vælnøgdur við knappaborðið á skrivstovuni í Námi. - Fleiri starvsbólkar fáa rós í hesum døgum, men eg haldi ikki, at lærarar hava fingið tað rós, sum teir hava uppiborið. Í øllum førum ikki alment. Hugburðurin hjá lærarunum hevur verið framúr góður, og viljan at fáa sum best burturúr í øllum avbjóðingunum hetta tíðarskeiðið, havi eg sjáldan sæð makan til, nú gerandisdagurin vónandi kemur aftur, sigur Tóri. - Vit hava øll lært og roynt nógv nýtt, og gerandisdagurin verður tí kanska ongantíð aftur, soleiðis sum hann var undan koronakreppuni, sigur KT-ráðgevin og siterar Winston Churchill, sum einaferð skal hava sagt “Never let a good crisis go to waste”. - Hvat taka vit við okkum hinumegin koronakreppuna, spyr Tóri so og svarar sjálvur, at á KT-økinum eru nógvir møguleikar, ja kanska alt ov nógvir, men sum fleiri lærarar nú hava sæð ein brotpart av. Men mín vón er, at tøknin ikki sleppur at stýra bilinum, men at hon, saman við fakligari vitan og góðum, didaktiskum meginreglum, skynsamt kann setast í verk at fremja læringina hjá næmingunum. Hugburðurin og royndirnar, sum lærarar hava víst og fingið hesar dagarnar, kann vera eitt stig á leiðini, sigur Tóri at enda. Nú kemur Skál! Nú fara biografarnir í gongd aftur og Filmsfelagið bjóðar nýggjan feskan film. Mest áhugaverdur er helst hin føroyski Skál, sum Filmsfelagið frumsýnir týsdagin 25. mai. Fulla heitið á filminum er Skál - fyri at kenna seg gravskitna hvørja ferð sólin rísir. Tað eru Maria Tórgarð og Cecilie Debell, ið hava gjørt filmin, sum er um Daniu O Tausen. Í samrøðu við Birkblog sigur høvuðspersónurin, Dania O. Tausen, hví hon valdi at geva yrkingasavninum hetta heitið, sum so aftur bleiv heitið á filminum: - Eg valdi at savnið skuldi eita Skál, tí at tann síðsta yrkingin í bókini eitur so, og hon er tann yrkingin, sum vekur mest áhuga og tekur mest kontroversielt upp. Tað er eisini ein befríðandi tittul. Ein fagnaður til lívið. Ein skál kann rúma nógvum, og at skála er at hyggja hvønn annan í eyguni og savnast um okkurt. Og tað er vakurt og passar væl til, haldi eg. So kunnu summi halda at tað er ov fjasut, ella myrkt ella alkoholfokuserað, men tað er ikki soleiðis eg síggi tað. Og tað, at Maria og Cecilie vildu kalla filmin fyri Skál eisini, kann eg bara vera glað um, sigur Dania. Filmurin, sum nú verður frumsýndur í Føroyum, verður lýstur soleiðis: Dania er 22 ára gomul og uppvaksin í brøðrasamkomuni á Toftum, ið summi siga vera part av konservativa føroyska bíbliubeltinum. Nú er Dania flutt til Havnar at lesa, og er farin at ganga saman við Trygva, aka Silvurdrongur, sum í høvuðsstaðnum er bersøgin yrkjari og rappari. Hann viðger verðslig viðurskifti sum sex, rúsevni, eksorsismu - og angist. Stutt sagt alt, sum hennara samkoma roynir at verja teirra ungu ímóti. Í heimbygdini syngur Dania í einum kristnum orkestri, har hon sjálv skrivar sangir um Gud. Samstundis er hon hugtikin av Trygva og hansara dirvi at skriva djúp og ektað orð um tað at vera menniskja. Í eini roynd at finna fótafestið og skilja seg sjálva í nýggja umhvørvinum, fer Dania at skriva tekstir, ið eru merktir av persónligum royndum og upplivingum. Meðan filmurin gongur, koma orðini til hennara. Tekstirnir verða mentir í samrøðum við vegleiðarar og koma at enda út í einum persónligum yrkingasavni. Har viðger Dania tað dupultlív, sum hon og onnur ung geva seg undir, skulu tey megna lívið í kristnum kørmum, sum tey ikki vilja sleppa, hóast karmarnir eru trongir og at síggja til konservativir. Hesar tilverur, sum draga á bæði, vil hon knýta saman, tí hon kennir seg heima í báðum. Samstundis sum Dania skrivar seg longur inn í savnið, ið fær heitið Skál, fer hon at leita eftir teim mørkum, sum ung trúgvandi renna seg í. Er tað synd at drekka? Er tað synd at dansa? Er tað synd at hava kynsligt samband áðrenn hjúnarlag? Er tað synd at hava ein sjeik, sum ikki er kristin? Og hvussu leingi orkar tú at liva millum hesar báðar heimar, ið definera ófrávíkiliga markið millum trúgv og vantrúgv? Umframt vinkonuna, er serliga omman henni ein góður vegleiðari. Filmurin Skál er ein ‘coming of age’ søga um kærleika millum ung, ið leita eftir sær sjálvum - og sum fremst av øllum hava fyri neyðini at finna hvørt annað og at finna ein máta at megna lívið. Daniella um Gásadalsfilmin Gott kvøld øll somul! Eg eiti Daniella Strandberg - eg eri ættað úr Gásadali. Omma mín var fødd og uppvaksin har. Pápi mín, Malmberg Simonsen, fortaldi um familjuna úr Gásadali, har Gásadalsfilmurin hevur sín uppruna. Eg havi altíð verið bergtikin av lívinum, ið fólk høvdu í Gásadali og aðrastaðni í Føroyum í 1700-1800 talinum. Hendan tíðin og umstøðurnar hjá okkara forfedrum, hava fylgt mær øll árini. Kenslan bleiv ENN sterkari, tá ið eg og maður mín ættleiddu tveir synir úr Suðuramerika. Fyri 10 árum síðani hitti eg leikstjóran Richard Hobert, ið eg segði søguna fyri. Eg var við Richardi í Føroyum fýra ferðir, fyri at seta hann inn í viðurskiftini. Vit fingu stóran stuðul úr Føroyum á allan hátt - fíggjarliga, hittu fólk í Gásadali og ættarliðið hjá Jóhannes Joensen, sum er fransabarnið í filminum. Vit vóru eisini inni í húsinum, har Jóhannes er føddur og uppvaksin. Tá Jóhannes seinni í lívi sínum bleiv pápi, gav hann soninum navnið ‘Franz’, og eini dóttur navnið ‘Anna Franziska’. Hetta vísir, at hann góðtók og var stoltur av sínum ættarbandi, eins og slektin er tað í dag. Tað var á henda hátt eg fekk søguna frá pápa, og hann frá mammu síni - søgan, sum er upprunin til filmin, tit skulu síggja í kvøld. Góða sýning! Daniella Norðlýsið - ein upplivingardepil Samstundis sum tað í dag eru 75 ár síðan krígslok, eru eisini 75 ár liðin síðan fyrstu eigarar fingu Norðlýsið handað frá Tórshavnar Skipasmiðju. Norðlýsið var upprunaliga slupp og fiskifar, bygt úr kanadiskari eik og fyrsta at brúka sildagørn. Myndin er tikin fyrrárið tá russiska skúlaskipið Kruzenštern við heimstaði í Kaliningrad vitjaði Faroe Ship. Eisini á hesari myndin sæst støddarlutfallið millum Queen Victoria, Smyril og Norðlýsið. Undir navninum Aurora Borealis varð Tróndur Patursson undangongumaður tá sluppin í áttatiárunum varð umvæld og riggað til sum skonnart at sigla við ferðafólki. Onkuntíð hevur Tróndur sagt, at hetta var hansara besta listaverk. Til í fjør hevur Birgir Enni verið nautiska og gastronomiska orkukeldan undir- og omandeks, samstundis sum Birgir hevur lagt lunnar undir autentiskar upplivingar í Føroyum. Nú er Frank Djurhuus Jakobsen útgerðarmaður og lovar eitt enn betri skip at tæna gestum og ferðafólki. We are proud to continue the mission, sum hann sigur á Facebookvanganum hjá Norðlýsinum. Sum upplivingardepil fyri mínari linsu hevur Norlýsið verið sjónligast á Gøtuvík, tá G!Festivalur hevur verið. Í besta veðri var gudstænasta umborð á Norðlysinum við tvørkirkjuligari bøn, altargongd - og kingosangi, longu við róðrarfólkunum, sum førdu okkum umborð. Seinni var amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, umborð og bjóðaði saman við Vinnumálaráðnum til spennandi prát um mentanarligt og vinnuligt samstarv millum Føroyar og USA. Alt út frá Norðlýsinum. Hjartaliga til lukku við 75 ára degnum í dag, øll tit, sum vara av Norðlýsinum og hava borið tað fram til tað støðu og tign, ið skipið hevur sum upplivingarpallur í dag. Ikki hevur tað altíð verið so lætt og líkatil, ikki minst tá Norrøna felagið leigaði skipið til útferð til Sankta Kilda. So nógv høvdu teknað seg, at tveir túrar skuldu gerast. Men veðrið varð so ringt fyrra túrin, at hin seinni, har eg stóð á manningarlistanum, ongantíð varð sigldur. Ímeðan kunnu vit njóta sýnið av Norðlýsinum fram við landi og á nýpussaðu Mercedesgronini. Klubbin og Tórshøll eru best Kendi danski ølbryggjarin, Mikkel Bjergsø, hevur aftur verið í Føroyum, hesuferð við nýggju bjórini Iskold Mikkeller Classic, sum hann sæst við á tekjuni á Havnar Klubba. Mikkel er maðurin, ið er upphavið til heimskenda bjórnavnið Mikkeller, ið ferðast um allan heim, og samnevndu barrina í Dandastovu í Havn, har Gullhornið var fyrr, eins og handilin í Gongini. Enn stendur ein vælumtókt bjór á føroysku hillunum við áskriftini Gullhornið, kanska hin besta í landinum, um tær dámar bretska India Pale Ale og beiska smakkin, sum fer móti sitrus.  Nú er ein nýggj bjór komin, Iskold Mikkeller Classic, sum Mikkel nýtti høvið at bjóða fólki í Havn leygarkvøldið, tá hann bleiv limur í Havnar Klubba. Ein munin reyðbrúnari og mjúkari Viennalager við hunangssmakki, uttan at pásetligi beiskleikin hvørvir. Av øllum teim barrum, sum Mikkel og hansara fólk hava vitjað úti í heimi, eru nú tvær í Havn, sum hava hugtikið hann og hansara bjórtoymi, tí tær eru ein heilt serstakur tíðarlummi. Barrirnar eru Tórshøll og Havnar Klubbi. - Hvat meir er at siga, enn at hetta eru tvey deilig støð við eini góðari søgu. Eg elski at vitja støð, ið eru sum tíðarlummar. Støð, ið er frá eini tíð, innan alt bleiv modernað, sigur Mikkel, sum við ballotasjón um vikuskiftið gjørdist limur í Havnar Klubba, sum er stovnaður í 1799. - Einasti trupulleiki er, at eg kann ikki spola tíðina aftur og uppliva, hvussu tað var í Føroyum í gomlum døgum og uppliva Klubban, og tíðina, innan tað bleiv lógligt at servera alkohol í Føroyum. Tað hevði eg hugsað mær at havt upplivað! Spurdur um, hvussu hann fann fram til tey bæði skeinkistøðini í Havn, og annars leitar upp søgulig skeinkistøð úti í heimi, sigur hann skemtandi: ”Vi finder altid frem til de skumle steder!” Mikkeller er eitt fantom- ella nomadubryggjarí, sum ferðast at bryggja nýtt øl saman við øðrum bryggjaríum. Saman við Okkara hevur Mikkler higartil bryggjað føroyska Gullhornið. Men nýggja ætlanin, OY, er føroysk burturav. Her sæst Mikkel Bjergsø saman við Peturi Petersen á tekjuni á Havnar Klubba.  Petur er leiðari í føroysku verkætlanini OY, ið er uppkallað eftir ”okkara oyggjum, sum bryggjað verður á, hóast smakkurin kemur úr øllum heiminum.” Á heimasíðuni siga tey víðari, at ”Vit fara saman at bryggja klassiskar øl, sum gagnast flest øllum væl.”  Øltangarnir standa klárir í Ísrael og útgerðin til bryggjaríið annars kemur úr Kina. Komandi føroyska bryggjarríðið OY, sum letur upp í oktober, fer at halda til í gamla Timburhandlinum á Hálsi í Havn. Filmur skal síggjast í biografinum Filmur skal síggjast í biografinum, tað er Fågelfangarens son  dømi um. Sá hann í Filmsfelagnum í fullsettum sali í Havnar Bio í gjárkvøldið við góðum ljóði og ljósi, og heilt okay sessum, mitt millum øll hini, sum livdu við í filminum, ið dróg á alt tað kenda við søguni úr Gásadali, og eitt sindur afturat, sett í tíðarkarm fyri meir enn hundrað árum síðan og longur aftur. Filmurin er samantvunnin á svenskum, donskum, fronskum og føroyskum, við einum samanbitnum bónda og pápa sum í Før frosten  í miðdeplinum, við einum ágangandi norðmanni, sum í Barbara uttanum sum ein fluga, og í litseting sum í Tro, håb og trolddom  í bjørgunum. Omanyvir søguni sveimar svenska Livia og knýtir alt saman, hóast koblingarnar ikki altíð blíva so, sum hon vil. Hon stendur í skuld til Esmar, sum einaferð bjargaði henni, helst um sama mundið sum Sámal var maki hjá Jóhonnu. Nú er tað garðurin uppi í dalinum, sum bara eitt dreingjabarn kann bera víðari, hóast tríggjar døtur eru. Tí eru tað børnini, ið bera søguna og skapa framdrift. Tað gera tey eisini við bravur, bæði við at leypa á sjógv og at hótta nýfødda dreingjabarnið við einum køvandi kodda. Ein hugtakandi meldursøga í hugtakandi biografhøli, í hvussu er tá tað er fult og minst ein rekkja við slekt úr Gásadali er við. Tí filmur, tá hann er bestur, er hin forførandi illusiónin av tí, sum kanska var, men í hesi løtu verður gandað upp fyri okkum ljós livandi og ítøkiligt, ikki minst eftir nærverandi inngangin hjá Daniellu um søgnina og hvussu tey í hennara húsi hava borið hana víðari, so hon livir enn, og tú fatar umhvarvið av eini søgu um ættleiðing. Hesa løtu í Havnar Bio í gjár var Fågelfångarens son  hin perfekta upplivingin við fullum stigatali. Men tá standa sól, máni og øll himmallikan í perfektari støðu millum lørift, meg og øll tey møttu. Soleiðis er filmur í felag. Gásadalsfilmurin gongur eina viku afturat í Havnar Bio. Far og hygg! At rópa á Gud var størsta avbjóðing! - Tá triðja barnið kom og tað aftur er ein genta, rópi eg á Gud, veikur og brotin, men tó við ómetaligari styrki. Tað var harðasta og mest krevjanda sena at fyrireika meg til, sigur høvuðsleikarin Rudi Køhnke, sum í Gásadalsfilminum Fågelfångarens son er Esmar, maður Johonnu. - Esmar er ein raskur maður, men hann er bara praktiskur, og tosar ikki við nakran um kenslur, sigur Rudi, sum sjálvur líður av angist og hvørja viku tosar við "ein professionellan mann", sum hann sigur, fattur og greiður á Hotel Føroyum eftir fyrstu sýning í gjárkvøldið. Her síggjast frá vinstru Sébastien Courivaud, sum er franski kapteynurin Armand, ið hevur skrivað dagbók fyri allar dagarnar í Føroyum, Hedda Rehnberg, sum í filminum er kona hansara Marie-Thérèse, leikstjórin Richard Hobert, og høvuðsleikarin Rudi Køhnke, sum er Esmar. - Hetta er størsta filmsframleiðsla higartil, sigur Jan Berg Jørgensen, ið hevur samskipað arbeiðið, sum alt er gjørt í Føroyum, við upptøkustøðum sum í Bø og Sørvági, við Bøsdalafoss, í Koltri og í Havn. Miðstøðin hevur verið gamli terminalurin á flogvøllinum. - Føroyingar hava verið rættuliga frammaliga í mest sum øllum framleiðsluliðum, so hetta er ein ómetaliga týdningarmikil og mennandi møguleiki fyri filmsgerð í landinum og at skapa altjóða sambond. Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð er eitt filmsframleiðslufelag stovnað, Faroe Film, og skaptir eru nýggir møguleikar at koma við í eina afturberingarskipan, sum eftir ásettum reglum gevur avslátt í skatti og avgjøldum, um eitt útlendskt filmslið kemur higar at gera film. Á Vesturlandinum í Noregi eru tey í hesum døgum serliga fegin um eina meinlíka skipan við skattligari afturbering, sum tey har hava, tí fyrstu upptøkur til nýggja James Bond filmin eru júst gjørdar við stórum hepni har í landinum. Allir partar eru samdir um, at var tann skipanini ikki í gildi, so var upptøkuliðið farið til eitt annað land, sum passaði til upptøkurnar. Leikstjórin Richard Hobert er fegin um nýggja filmin úr Føroyum, sum hann hevur gingið við í mong ár, alt síðan føroyska Daniella Strandberg fyri útvið tíggju árum síðan fortaldi honum sagnkendu søguna úr Gásadali. - Hetta er jú ein djúpt menniskjanslig søga um kærleika undir kørgum umstøðum, og hvussu vit definera trúfesti, og hvar markið til ótrúskap kanska gongur, og nemur við spurningin um faðir- og móðurskap, og ikki minst at ættleiða børn, og at skapa góð sambond millum foreldur og børn, har kanska einki bar til áðrenn. Henda, úr Stockholm at síggja til, fjara og gamla søga hevur eina týðuliga missión og ein greiðan boðskap, um júst kærleika, sum gongur út til alt heimssamfelagið, sigur Richard Hobert, ið hevur givið føroysku søguna út í bók á forlagnum Bokfabriken, og stoltur vísur stóra frásøgn frá svensku frumsýningini av filminum í Österlen Magasinet. Í kvøld verður filmurin sýndur almenningin fyri fyrstu ferð. Tað er í Filmsfelagnum í Havnar Bio klokkan 19:30, har leikarar, leikstjóri og framleiðarar verða til staðar. Eftir sýningina verður høvið at seta spurningar. Í morgin og komandi dagarnar verður Gásadalsfilmurin Fågelfangerens son sýndur hvønn dag klokkan 17:30 og 19:30 í Havnar Bio. Hvør leikari tosar á sínum máli, svenskum, donskum, fronskum og føroyskum. Føroyskur undirtekstur er allan vegin gjøgnum filmin. Niðanfyri eru myndir frá fyrstu sýningini, sum var í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Vit síggja kvinnuliga høvðusleikaran, Vígdis Hentze Bjørck, og Mattias Djónason Eidesgaard sum er Frans, og Daniellu Strandberg. Økismissur Oftari og oftari havi eg hug at sløkkja Útvarpið. Tað var ikki gamalt, siga teir báðir, sum eg deili kontór við. Men soleiðis er tað blivið. Tí flestu eg møti sløkkja Útvarpið, um tey nakrantíð tendraðu tað. Eingi tíðindi afturvið døgurða og nátturða. Verður nakað tendrað, so er tað við Sonos ella onkrum øðrum talgildum sum keldu, ið ikki ljóðar samfelt, tá kontórini eru fleiri enn eitt. Tá eg havi tíð at lurta, er svarðaða orsøkin. Ikki nú. Ein tragiskur økismissur, sum orðabókin sigur, og sipar til danska hugtakið domænetab. Ikki tí at alt gott var danskt í fyrndini, tað var tað í minni mun enn nú, men tí at so hvørt tú varnast, at nýggjar kreftir og talgild tøkni taka við á øllum miðlapallum, jú bjartari verða tínar vónir um betri dekning av øllum tí, sum fyriferst í okkara samfelag og myndar okkum sum fólk. Tak nú til dømis Ole, sum í ein mánað hevur verið listamakari í Vági. Trúliga leggur hann út á fólksins miðil, sum í Føroyum er Facebook, tekst og myndir frá serstakliga sjónligu verkætlanini, sum mentanargrunnur andsins hevur stuðlað. Men ikki ein einasta visualisering ella orðing í almannavarpi andans. Ikki eitt orð, ikki ein mynd. Einki. Hetta einkiliga forfjónilsið er blivið almenna føroyska uppáhaldið, samstundis sum øll samskiftistøkni hevur vaksið seg inn í hvørja stovu, so øll kunnu leggja út, taka niður, lurta og síggja. Tað er mest sum at vera í Elvis’a Nothingville og longur úti á heiðini. Við árunum er tað blivið longri og longri millum talgildu varpingarnar, sum miðsavnaðar og gjøgnumarbeiddar lata okkum hoyra heimliga Útvarpið og alt tað, sum føroyskt er, við teim møguleikum sum greitt eru fyri hondini. Ikki tí tað neyðturvuliga skal verða føroyskt, nei, eg vil hava sendingar, ið eru eins væl fyrireikaðar og avviklaðar sum fyrr, tá tú ikki tendraði mikrofonina uttan at vera fyrireikaður. Tað er ein rár hending í dag, hóast bæði manning, tøkni og studiofasilitetir eru fleirfaldað. Meðan eg lurti eftir enn eini ófyrireikaðari tónleikasending má eg sanna, at økismissurin hjá almannavarpinum ikki sprettur úr ongum. Hann er katastrofalur, økismissurin. Heimkomin, leingist mær eftir fyrstu kontaktini, sum innanfyri durastavin tendraði Útvarpið. Hon er ikki longur. Hvussu kann nakar liva uttan Útvarpið? Korona og fjarundirvísing á TSK í Klaksvík Á 80 ára degnum fyri bretsku hersetingina av Føroyum, og í somu viku sum danska Margreta Drotning II fylti 80 ár, skrivaði eg ein blogg um Merkið, Dannebrog og heraldikk, tí Ole Wich hevði fyrr sama dag sent mær eina mynd av donsku sjóverjutyrluni, sum fleyg við hesum fløggum, men tó við tí stóra danska omanfyri tí lítla føroyska. Ein óneyðuga provokerandi demonstratión hjá danska hervaldinum, óansæð hvussu ítøkiliga flúgvingin og flaggingin kundi vera løgd út henda dag, antin av sambandsmanni ella tjóðveldiskonu. Provokatiónin var eyðsædd og rópti eftir einum bloggi. Á Tekniska Skúla í Klaksvík høvdu lærarar lagt til merkis og lisið publiseraða bloggin, sum varð settur á skrá í føroyskum í tveimum miðnámsflokkum hjá Victoriu Absalonsen. Eg varð boðin við í undirvísingina á Teams og slapp tí at royna hesa nýggju undirvísingartøkni í praksis við kamera á netinum og tó í fjarstøðu. Tá undirvísingin varð liðug í báðum flokkunum, helt eg fyri, at um tey høvdu hug at skriva ein blogg um henda dagin, so vildi eg fegin hýsa teirra teksti og myndum. Kanska vóru hesi útgangsorð mest søgd í fólkaligheit, men í dag komu niðanfyristandandi tekstbrot frá næmingunum, við inngangi frá læraranum, Victoriu, sum sjálvspeiandi kallar seg miðnámsomman, og nú fær orðið: Korona og Bárður góvu harraboð. Tit skulu ikki í skúla! Føroyar lukka! Hvat er so til ráða at taka? Vit kunnu ikki sita sum ryssa yvir deyðum fyli og einki gera. Bjargingin var Teams, og miðnámsomman, sum lærarin er nevndur, legði í vaðið. Evnið var “Margretha, fyrigev teimum!”, bloggur hjá Birgi, og júst Birgir var við í tímanum sjálvan føðingardagin hjá Margrethe II. Har sótu tey so, miðnámsomman og Kruse við kameranum frá, men næmingarnir í besta blóma, teir hildu lágan profil, og ikki so mikið sum ein dittaði sær at tendra. Mann verður djarvari við árunum. Næmingarnir møttu væl upp, og dúgliga varð arbeitt, men ikki er lætt at vera sosialur í frástøðu, og ikki er lætt at ganga í takt við ein, sum er í aðrari bygd. Spritt kann vera gott, og gott reinføri enn betri, men einki er sum ein góður, gamaldags skúladagur saman við klassafeløgunum – eisini um teir eru 1 metur burtur – tí hvat er 1 metur í dag? Hvat siga næmingarnir so um heraldikk, fyrigeving og at seta seg sjálvan høgt? Um Ira Hayes, Lebowski, fjarundirvísing og tíðina eftir Korona? Sitat frá næmingunum: “Dømini um fótbólt og The Big Lebowski  eru tað ikki øll sum kunnu skilja og seta í samband við evnið í blogginum, tí øll hava ikki skil fyri fótbólti ella hava ikki sæð filmin. Mær dámar ikki, at Birgir niðurger fótbóltin, tí sjálv eri eg ein eldsál innan fótbólt.” Joan “Bloggurin hevur nógvar persónligar meiningar, og tað eru nøkrum, sum dámar væl at hoyra um meiningar hjá øðrum.“ Elsa Eg haldi, at bloggurin hjá Birgi er góður, men er kanska meir ætlaður til fólk í 40-60 ára aldurin enn tannáringum. Á høgru síðu á blogginum hevur hann gjørt sær ein playlista, har hann velur sangir, sum honum nokk dámar væl. Tað haldi eg vera smart, tí so kann mann fáa eitt innblikk í,  hvussu hann møguligani er sum persónur. Eisini sær mann, hvørji evni hann skrivar mest um, og har sær mann, at hann hevur skrivað mest um filmar, so honum dámar sikkurt væl filmar. Hanna “Bloggurin er fínur og lættur at lesa, men hetta er ikki nakað, eg hevði sett meg niður og lisið aftur, tí eg føli ikki, at eg eri í tí rætta málbólkinum. Í blogginum verður tosað um The Big Lebowski, Ishoy o.s.fr. Hetta er nakað eg einki visti um, men omma mín visti, hvat tað var. Tó var tað læruríkt, tí man fekk søguna hjá Ishoy við og hugsanina hjá Birgir (sum er øgiliga áhugaverd).” Anna Kristina “Hesum bloggurin er skrivaður við kenslum. Rithøvundurin kemur inn á hendingina í vár, har hann sigur, hvussu vánaligt tað er, at danir seta seg hægri enn føroyingar á tí degi, har 50 ár eru liðin, síðani bretar hertóku Føroyar.” Marius “Mær dámar sera væl sitatið ”Tað eru ikki allar veitslur, vit fara í og enn færri, vit flagga fyri.” Tí tað er mangt, ið vit ikki hátíarhalda millum annað 80 ára degin frá tí, at Ongland hertók Føroyar.” Sanny “Vit vóru allar samdar um, at hettar ikki var nakað, vit hildu var ein stórur trupulleiki, tað at Dannebrog var oman fyri Merkið. Av tí at hetta var í sambandi við føðingardagin hjá Margrethu drotning, so gav tað meining.” Marý “Okkurt sum mær dámdi væl at síggja í blogginum var at tingini sum bloggarin brúkti til at forklára frá sínum sjónarvinkli, vóru skiljandi fyri lesarin. T.d. brúkti hann fótbólt, tí tað er okkurt sum man leggur væl merki til, at tað yvirskíggjar alt, í Føroyum. “ Jónas “Birgir fer nógv út um evnið og tosar eitt sindur um sínar egnu tankar og hugsjónir. Mær dámar ikki, at hann brúka nógv orðið “eg”, so vit fáa nógv at vita, hvussu hann var í støðuni, ella hansara hugsanar um tað. Eg hevði viljað fingið okkurt at vita og havt mína egnu meiningar og kenslur um tað.” Boas “Bloggurin “Margretha, fyrigev teimum!” er ein væl skrivaður tekstur, sum tosar um mangt, men hóast tað, er tað eisini ringt at fylgja við, tí at Birgir fer so nógvar leiðir við tekstinum, og blívur lætt ørvitisligt at lesa.” Djóni  “Birgir brúkar skilagóð orð, fínar setningar, og eisini eitt sindur av humor, sum ger bloggin hóskandi til allar aldursbólkar.” Erla “Har er tó eitt , sum eg eri ósamdur í, tað er hvat mun tað ger, hvat flagg var hægri, tí eg vænti, at persónurin sum hongdi fløggini, ikki hugsaði meira um, hvat var hægri og lægri, tí tað er, hvat menniskja er serliga eyðkent fyri: at gera feilir.” Knút Á ein heldur ironiskan hátt varð nógv meir at gera, tá ið fjarundirvísingin varð sett í gongd. Blokk eftir blokk vórðu innlatingar á skránni, helst so at lærararnir kundu snúgva sær undan at tendra myndatól og royna at fáa skil upp á høvd og hala av at hava videoundirvísing. Hetta gjørdist tó heldur møtumikið í longdini - ein innlating hvønn blokk, hvønn dag, telur skjótt uppeftir. Vit gjørdu tó vart við tað, og tíbetur hava vit góðar og lagaligar lærarar, ið lurta eftir næmingunum. Eftir tað gjørdu vit í felag av, hvussu undirvísingin skuldi ganga fyri seg framyvir, og tá gekk betur. Bjørt “Væl skrivaður bloggur við nógvum gløggum tilvísingum, sum rigga best, kennir man til tað áðrenn.” Maria G “Fjarundirvísing vísir okkum eina góða leið fyri undirvísing. Hvussu vit kunnu sita heima og kortini hava tíma. Hetta kann verða nýtt, um ein onnur bylgja av Korona kemur til Føroyar. Sjálvur haldi eg, at næstu ferð vit nýta Teams í undirvísingini, skal tað verða kravt, at tað eru video-tól til tímarnir. Til at kunna brúka okkurt annað enn oyrini til tímarnir.” Tummas “Tað følist løgið at koma aftur í skúla aftan á at hava havt fjarundirvísing.” Tummas “Mær hevur dámt heilt væl fjarundirvísingina, sjálvt um tað er ein fyrimunur at sita í skúlanum, tí har fær man betri dialogar og kjak enn inni á Teams, har samskifti er meira strirvið. Tó so hevur Koronatíðin við sær, at familjan, í mongum førum, er nógv heima við hús, og tí er møguleiki at kjakast og samtala um evnini um køksborðið.” Maria M Hetta er fyrstu ferð vit arbeiða við einum bloggi, og tað hevur verið sera áhugavert og lætt at lisið. Evnið er gott – at danir ikki hava virðing fyri flagginum. Símun Símun, Finnur og Jóel Lættur at lesa, nógv myndamál og tilsipingar og byggir upp til eina góða niðurstøðu. Hann skuldi greitt frá, hvat hann vildi við The Big Lebowski og Ira Hayes, tí tað kann vinklast ymsar vegir. Jóhann  Jóhann, Martin og Selma Bloggurin “Margretha, fyrigev teimum!” er eitt væl skrivað ritverk hjá Birgir Kruse. Tá mann lesur bloggin, fær mann eina kenslu av, at Birgir brennur fyri evninum. Hettar verður sera greitt, tá mann tulkar myndamálini. Hans Jacob Hans Jacob, John og Malvinus  Bloggurin lýsir, at danir ikki hava virðing fyri føroyska flagginum, tá teir flugu við danska flagginum uppi yvir tí føroyska. Jóel  Bloggurin var góður. Sjálvur eri eg stoltur av Føroyum sum land. Birgir yvirreagerar eitt sindur yvir, hvat danir gjørdu, tí teir vistu ikki betur. Birgir var eisini eitt sindur ov harður við danan í ølsteðginum í Danmark. Annars dámdi mær væl bloggin, tí at teir flagga við stórum donskum flaggi yvir Merkinum, skal ikki vera gloymt. Jón  Eg haldi at tað er ringt at skilja bloggin, tí man má hava bakgrundsvitan fyri at skilja, hvat Birgir meinar við. Og tað eigur tað ikki vera, tá mann lesur ein blogg. Selma Bloggurin var eitt sindur ov kritiskur, tá hann leggur dent á, hvat danskarin hevur gjørt við klapphattin hjá sær. Martin Bloggurin var fínur og stuttligur, og Birgir dugir væl at skriva. Meiningin hjá honum er kanska eitt sindur tjóðskaparlig. Finnur   Gretchen Við evnum sum t.d tjóðveldi og heraldikki er tað ringt at vera samdur sum bólkur. Tað er ringt at skera kenslurnar vekk og vera objektiv – serliga um okkara heimland. Gretchen  Eg haldi tó, at um vit skulu kritisera danir fyri ikki at virða okkum, so áttu vit ikki at “hátíðarhildið", at vit vóru hertiknin av bretum. Nøkur velja so at siga, at vit høvdu verið ávirkað av nazistinum, men Danmark og Frakland ikki eru vorðin nazistisk. Um føroyingar vilja fáa ta virðing, ið teir føla, at teir mangla, so høvdu teir ikki “hátíðarhildið” at vera hertikinir av einari aðrari tjóð. John Líkningarnar við skriftbrotini og filmin “The Big Lebowski” høvdu týðiligan boðskap, men samanberingin við skriftbrotini úr Bíbliuni vóru als ikki neyðug. Tí danir gjørdu ikki beinleiðis gjøldur úr føroyingum, men flaggaða av óvart soleiðis. Teir flaggaðu í minsta lagi eisini við tí føroyska flagginum og vístu á tann hátt virðing. Malvinus Biden velur Gifford   Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, 46, er nú endaliga kosin at verða Chief of Protocol hjá Joe Biden forseta. Hetta hevur verið uppá tal síðan í januar. Á egna Facebook profilinum skrivaði Gifford fríggjadagin. Nú skrivar Washington Post, at Joe Biden, forseti, hevur sett Rufus Gifford í starv. Í aðrari grein skrivar sama blað, at júst Gifford er rætta reality stjørnan at broyta og bøta um skeiklaðu hugsanina um og fatanina av USA úti í heimi. Á ólavsøku í 2016, var Rufus Gifford eins og flestu føroyingar í Havn. Ørindini vóru at halda talu á Faroe Pride. Tann dagin skrivaði eg soleiðis á blogginum: So er fyrsta stóra tiltak í ólavsøkuskránni fari av bakkastokki. Tað var ovarlaga á fólksins Vagli og niðast á handilsins gongugøtu, heilt nágreiniliga mitt millum løgting og býráð, túsund ára gamla parlamentið og 150 ára gomlu kommununa. Snøggari staðseting kann valla finnast at máta fólksligu undirtøkuna og fáa eina hóming av, hvar á himmalinum LGBT, sum í sjey ár hevur skipað fyri hesum tiltaki, stendur. Gamaní er Eiler fremstur, sum sæst á myndini omanfyri, men honum á baki ganga fleiri túsund, onkur sigur fimm og onkur sigur tíggju, eg gevi teimum øllum rætt, tí undirtøkan er so stór og breið, at tøl hava ongan týdning. Og mitt í gonguni í ár er amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Rufus Gifford, og maður hansara. Ja, maður hansara. Sjálvt Amerika hevur veitt sítt vælsignandi samtykki, tá um borgarliga samkynda giftu ræður. Við føroyskum flaggi í reversinum poserar hann eina løtu millum fólk á tinghúsvøllinum, júst so sum ein útsendur eigur at gera. Fryntligur og fagnaður. So gera 200 klárt á pallinum við serstakliga saftigum ljóði og passaliga eggjandi sangum, beint frammaná. Soleiðis skal tað vera. Tað er heilt 200. Og verri verður tað ikki, tá Eiler leggur Niels Arge Galán lag á og sigur, hvar tey fleiri enn fimmtúsund standa! Beint fyri pallin er Poul Michelsen fyri Framsókn, sum hevur havt eina greiða støðu í málinum um samkynda giftu. Millum tey, ið fingu ársins heiður frá LGBT, var Hanna Jensen úr sama flokki.  So kunnger forsangarin í MC Hár, Niels Uni Dam, hvør er næstur á skránni at halda røðu. Tað er amerikanski Rufus Gifford, sendiharri í Keypmannahavn. Niels Uni er í ársins mest flamboyanta klædningi, ljósareyður og gjørdur úr toyi, sum hann sjálvur hevur funnið, og Laila av Reyni hevur sniðgivið og seymað, Heimafturkomin í Tórsbyrgi stendur grannin, Hans Jákup Hermansen, í túnum og sker, nærlagdur sum altíð, fongin úr Hvannasundi, har tvær grindir, tilsamans 135 hval, løgdu beinini. Einaferð verður hetta gott at fáa undir tonna. Nú er ólavsøkan byrjað. (2016) Somu ólavsøku, hin 31. juli, bjóðar Poul Michelsen, landstýrismaður við vinnumálum, umborð á Norðlýsið at hitta Rufus Gifford.  Talan er um eina stutta útferð og sagt verur í innbjóðingini, at "USA var áður álitið hjá Fiskasøluni og Føroyum, serliga við 5 punds pakninginum. Í dag er USA aftur stórur marknaður, og tekur fisk fyri litla milliard og er ein marknaður, sum fer at vaksa. Thor í Hosvik er mesta altjóðagjørda felag, við millum 400 og 500 starvsfólkum globalt. Thor hevur eisini virksemi í USA, og metur at aktiviteturin har fer at vaksa. Tiltakið ídag sýnur, hvussu týdningarmikið tað er, at vinnan samstarvar við almenna Vinnumalaraðið, og í felag tekur sær av VIP gestum, føroyskum áhugamálum at frama." Amerikanski sendiharrin er so bergtikin av sangi, ljóði og náttúrðu, at hann heldur eina kveikta spontana talu frammi í gron, meðan Tórsbyrgi vaggar aftanfyri. Hann er diplomatur út í odd og egg. Tey, ið arbeiða á amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn, hava stóran áhuga í filmi, og halda at Føroyar eru upplagdar sum location fyri lýsingafilmum. 42 ára gamli Rufus Gifford er sjálvur handritahøvundur úr Hollywood, og vónar, at hann fær eitt ár afturat í Keypmannahavn, nú forsetaval verður 8. november. - Men eg eri eisini sendiharri fyri Føroyar og Grønland, ger hann okkum greitt.  Men so leingi grindadráp er ein vanligur praksis, so fer neyvan nakað filmsframleiðslufelag úr USA at koma til Føroya við stórum verkætlan, ið snúgva seg um spælifilm. Uttan at tað verður sagt beinleiðis - hetta er jú ein diplomatisk úferð - so skilji eg greitt á starvsfólkunum, at júst grindadráp var orsøkin til at Steven Spielberg vrakaði Føroyar, og heldur valdi oynna Skye og Orkney at filma The Big Friendly Giant, sum nú gongur í heimsins biografum. Alt hevur sín prís. Nú eru vit komin at landi aftur, og Hans Andrias hevur alla orsøk at verða framúr væl nøgdur við hesa hugfarsligu útferð við samstarvandi føroyskt-amerikanskum mentanar- og vinnulívssýni við Norðlýsinum sum dekskarmi ólavsøkudag. (2016) Hárfínar eygberingar Súsanna Køtlum við nýggju bókini  FRÍÐ by Kötlum, sum á ein taktilan hátt, ið eg ikki havi sæð fyrr, samantvinnar burðardygt prent við smáum tekstbitum og framúr fotomyndum, har hárið er krúllan á hvørjari síðu. Súsanna er ættað av Viðareiði, haðan fleiri av modellunum eru, og varð útlærd í Klippestuen Z á Frederiksberg í 2000. Síðan flutti hon til Føroya, og hevur í tíggju ár rikið einastu grønu salongina í Føroyum - KÖTLUM. Salongin er í Tróndargøtu, har gøtan krossar Doktar Jakobsens gøtu, og tey brúka heitið Handilsgøtan mitt í Havn. Tá tú opnar hurðina, sært tú niður í ein duldarfullan múr, sum upp og niður við trappuni spælir í sólarljósinum. Ein grafisk ábending um dýpd og at traðka rætt. Leygardagin millum tvey og fimm fer Súsanna at leggja fram nýggju bókina, FRÍÐ by Kötlum , sum hon hevur arbeitt við í út við fýra ár og droymt um í nógv fleiri. Í næstu viku fer Súsanna á norðurlendska hármessu í Lokomotivværkstedet í Keypmannahavn, har hon hevur keypt ein heilan bás at gera bókina og føroyska hárfríðkanarvirksemið sjónligt. Tveir lærlingar, Maria og Rebekka, starvast hjá Súsonnu. - Vit eru ikki við í kappingini, ið er samstundis sum norðurlendska messan, men ein føroyskur frisørur er við í kappingini í ár, sigur Súsanna. Systurin, Anita Køtlum Petersen, sum býr í Danmark og arbeiðir við myndlist, hevur skrivað tekstin í bókini, ið eru tekstbitar á føroyskum og enskum. Onkuntíð triviellir við obligatoriska Williami Heinesen og Pól F við Fagru blómu, men eisini við J.J. í Gerði, sum í uppslagnum omanfyri, fær meg at vilja fara til frisør, so innbjóðandi verður teksturin afturvið tølandi myndini, sum er úr trølsligu fjøllunum. Greitt er, at hársnið og fotografering er millum fremstu fascinatiónsobjekt í Føroyum. Avrikini tala fyri seg og skapa eitt heilt nýtt slag av salonglitteraturi, ella hárfríðkanarbløðum og -bókmentum, sum kunnu liggja frammi meðan bíðað og klipt verður. Sum her, tá tú sært ein speglaðan purlutekst, og hár, ið er sett og avmyndað sum í Vertigo hjá tíðarleysa Hitchchock, har tey ørast í trappunum. Meistarligu myndirnar av hári og náttúru, sum ofta hava ein sjáldsaman ans fyri smálutum og stringentari litsamanseting, hevur Amy Hansen tikið. Hanne Mogensen hevur sniðgivið og danska prentsmiðjan KLS hevur avgreitt alt so vistfrøðiliga, at bókin kann etast, sigur Súsanna á skemtiliga bandinum, ið er um bókina. - Men eg mæli tær til heldur at drekka innihaldið við eygunum og at njóta vøkru myndirnar, sum lættliga sodna aftur við teimum smáu, leskiligu tekstbitunum, sigur hon. Rætt hevur hon. Hetta er ein framúr kontemplativ bók meðan tú leggur høvdið í hendurnar á Súsonnu, Mariu ella Rebekku. Ella hvørjum sum helst frisøri, til menn ella kvinnur. Tí tað er eitt álvarsmál at verða kliptur og friseraður. Listarliga frisørbókin er ein nýggjur miðil, sum eg ikki havi sæð verða so trároyndan í føroyskari náttúru áður. - Talan er ikki um eina vanliga bók, sigur Anita. - Upprunaliga skuldi tað vera ein frisørbók, men tað endaði við at vera ein meira listarlig bók, har hársnið og føroysk landsløg og mentan verða flættað saman við poetiskum tekstum. Ein nútímans myndabók, ið skilur seg frá øðrum bókum við tað, at hon er prentað eftir "cradle 2 cradle" meginreglunum, altso eitt grønt, umhvørvisvinarligt prent, ið ikki dálkar og kann upploysast 100% lívfrøðiliga. Hon er bundin soleiðis, at tilfarið er sjónliga fest og ikki fjalt, sum samstundis gevur ein ráan stíl. Tí verður bókin eitt upplivilsi at blaða í, ein coffe-table-book, siga Anita og Súsanna. - Ætlanin er, at bókin skal út í heim, tí er hon eisini á enskum. Hon skal ikki bara liggja hjá frisørunum, men eisini á hotellum, stórum arbeiðsplássum og í vanligum heimum, har hon kann liggja frammi sum eitt symbol uppá, at her eru fólk við uppá síðsta skríggið. Ein must-have og feel-good bók. Ein øðrvísi lýsing av føroyingum og av tíðarinnar avbjóðingum viðvíkjandi umhvørvisspurningum: Hóast nútímans, er eingin orsøk til dálking. Tí eru klæðini, sum lænt eru til myndirnar í bókini eisini burðardygg, frá Shisa-brand og Einstakt, sigur Anita og peikar á ymsu staklutirnar og sigur, at bókin er ikki frisørbók ella ferðavinnubók burturav, men kærleikin til eitt fak, eitt fólk og til Føroya land. Eg kann bara nikka meðan eg blaði og droymi meg burtur í purlut lokkandi føroysku náttúruni, antin hon er á høvdinum ella í haganum, purluta náttúran. Til lukku við nýskapandi bókini! Her er mín listi við bestu føroysku filmum Mikukvøldið vísti Filmsfelagið tveir nýggjar føroyskar stuttsøgufilmar, ”Trøllabeiggi” hjá Gudmundi Helmsdal Nielsen og ”Ábyrgd” hjá Katrini Joensen-Næs. Tá vórðu filmarnir fyrstu ferð vístir eini áskoðarafjøld í einum almennum biografi, og tað eftir stranga koronustongsilin, ið hevur verið eyðkendur við at gera listar, og at seta gerandismyndir, bøkur, filmar og plátur upp móti hvørjum øðrum og deila við onnur á Facebook, sum í dag er føroyska almennið burturav. Hóast ”Trøllabeiggi” var ein kraftpresentatión av øllum tí sum føroyskt filmshandverk dugir beint nú, fari eg í hesum bloggi at royna at seta filmin ”Ábyrgd” saman við filminum ”Passasjeren” (2009) hjá Sakaris Stórá. Fyrigev mær, Gudmund, men eg seti ikki á nakran hátt teg og tín virðislønta film til viks, tað veitst tú! Í hesum døgum við koronu og keðsemi ganga vit øll og bíða eftir at samfelagið aftur fer at virka sum fyrr. Ímeðan spritta vit hendur og taka – sárhent – appilsintilboð í tilboðsposum til okkara, heldur enn sum fyrr, taktilt í lógvanum at merkja poknur og viskositet á teim bestu appilsinunum, tá vit fara til handils, og so keypa handskaðu fruktirnar. Hostar onkur ella snýsir, so hveppa vit okkum við og vilja í hvussu er ikki møta ókunnufólki, hvørki úti ella inni, á gøtuni ella til arbeiðis, meðan vit bíða eftir at onkur Endlösungkandidatur knýtur okkum úr hesum kolerakenda koronahaftinum, sum ilt er at fáa eyga á, hóst fleiri eru, ið dagliga síga seg hava sæð ólátað fremmandafólk, sum tey helst vilja steina av landinum, samstundis sum tey minna okkum á burturrykking og endatíð. Í hesum keðsemismelduri játta vit fegin at vera við í svørthvítum gerandismyndum, sum vit púra frívilliga seta á Facebook, eins og vit peika á bestu filmar, helst í teirri vón at abstrakta koronatíðin skjótt er av og tað góða, sum er onkustaðni í havsbrúnni, fer at vinna á tí illa, sum lúrir allastaðni. Hetta síðsta, at velja bestu filmar, dámar mær væl, tí tað letur upp fyri nøkrum, sum ikki bara er yvirfladiskt smakksdómarí, men eisini eitt persónligt kast í tað fólksliga almennið. At skriva eitt persónligt ketubræv um mínar bestu filmsupplivingar og seta brævið í umfar, tað er herrligt. Og hondina á hjartað - nú havi eg tveir favorittar, tá talan er um føroyskan film, sum úr egnum jørðildi sigur eina søgu í stuttum formati. Í báðum førum er talan um fyrsta avrik hjá ungum fólki, í báðum førum er bilurin heilagað rúmið fyri tí, sum søgan fellir seg inn í og síðan forloysir seg út úr, sum var tað ein kinesisk eskja, í báðum førum verður koyrt gjøgnum ein tunnil og í báðum førum fer fram eitt symbolskt faðirdráp og eitt eins symbolskt móðirdráp, skal protagonisturin, sum er næstin, sonurin ella dótturin, gera upp við støðuna og koma undan sum eitt sjálvstøðugt individ, sum er kjarnin í báðum søgunum, stuttfilminum ”Passasjeren” og novellufilminum ”Ábyrgd”. Í báðum førum viðgera filmaðu søgurnar viðurskifti millum ættarlið, og í báðum førum verða søgurnar bornar fram av einum upplyftum og floygdum poetiskum einfeldi, ið gnaddar niður á gravarbakkan móti eini karráari indignasjón. Í konturleysum grákoronadøgum fáa hesar báðar filmaðu stuttsøgurnar eina heilt serliga útlinju, ið verður ein alment viðkomandi søgutráður, ið er so greiður, at í gráanum kundi hann verið reyður, søgutráðurin. Á undirvísingarportalinum Snar ber til at síggja fyrra filmin, ”Passasjeren”, og loysa uppgávur úr filminum við at fylgja hesi slóð.  Meðan filmurin hjá Sakaris er um viðurskifti millum son og ein fjaran pápa, er seinni og nýggjari filmurin, ”Ábyrgd”, um viðurskiftini millum eina alt ov nærverandi sálarsjúka mammu og líðandi dóttrina, Ró, ið vil øllum tað besta. Í synopsuni sigur Katrin sjálv um filmin: ”Ró verður brúkt sum heilivágur av mammu síni, ið er sálarliga sjúk. Tá Ró ger av at fara undir at taka koyrikortið, verður hon drigin at frísku luftini og orkar ikki aftur til køvandi heimið. Hon byrjar at raðfesta seg sjálva, hóast tað merkir, at mamman verður verri og verri fyri.” Hesin filmurin snarar seg elegant inn á eitt deilt fyrstapláss við tilsamans tveimum teimum bestu føroysku filmunum, sum eg beint nú kann fáa eyga á. Tað skal eg heilsa føroyska almenninum. Hin er ”Passasjeren”. ”Ábyrgd” er ein fullfíggjað søga, væl komponerað, poetisk í annað borðið og karrá í hitt borðið. Umframt at byggja á góða støðið, sum greiða og avmálda søgan er, verður filmurin eisini borin uppi við framúr góðari typecasting, tað er at finna og velja sannførandi figurar at verða leikarar í tú rúmi, sum filmurin gestaltar og byggir upp fyri okkum á løriftinum. Ria Tórgarð er allastaðisnærverandi sum ikki bara sjúka men eisini óstýriliga krevjandi mamman, ið allur filmurin snarar um, Johanna Roos Slættanes er dótturin, sum eg eri púra starstrucked av, bæði í fysiskari útsjónd, nøs, eygu og hár, og í leiklistarligum framburi, so púrast ber hon filmin og filmiska úttrykkið, serliga í nýfalna kavanum, á egnum herum, har leikstjórin lukkast at gera kúputu eyguni til akkurát tað huglag, sum nú er fyri í filmisku ætlanini, akkurát sum hjá Sakarisi, har hann brúkar eins kúputu og útryksfullu eyguni á Juliett Nattestad, ein serligur føroyskur formur fyri eye-casting. Og so er tað koyrilærarin, Hans Tórgarð, sum er so perfekt typecastaður sum júst tað, ein føroyskur koyrilærari er í sinn og skinn, sum er undirspælandi úttryksfullur og hevur lykilin til loysnina, sum ikki bara er koyrikortið, men eisini til rímingarmaskinuna, sum eftir ongari løtu kann taka teg burtur í annan heim og gjøgnum gulmyrka tunnilin kann geva tær fullkomið frælsi, tí hinumegin er ljósið, luftin og grøna grasið. Søgan er so kompakt og góð, at ”Ábyrgd” verður ein so universell søga, at hon eisini er um lukkuna sum ungur at fáa koyrikortið í føðingardagsgávu og ikki bara um døktkøvandi ábyrgd í sambandi við sinnissjúku, sum bara livir innanveggja. Bravo fyri einum týdningarmiklum filmi í Føroyum, ikki bara beint nú, men altíð og djúpt í okkara egna veruleika. Eingin miðil kann sum filmur lýsa júst tað føroyska ævintýrið, sum hvønn einasta dag fer fram í okkara egna veruleika. Tað er tað, sum er tað gandakenda við filmi. At lýsa ævintýrið í okkara egna veruleika. Móðurmálsdagin skrivaði leikstjórin, Katrin Joensen-Næs, soleiðis um filmin, sum júst tað kvøldið skuldi havt verið frumsýndur í biografinum, men varð útsettur til í fyrradagin, tá heilsumyndugleikarnir kundu geva Filmsfelagnum tilmæli um aftur at møtast til sýningar í sama rúmi, men undir galdandi ásetingum um frástøðu og ikki at trokast: ”Filmur hevur altíð havt ein stóran týdning í mínum lívið, sum fer langt út um undirhald. Tá eg hyggi eftir einum filmi, verða míni sjónarmið víðkað og míni evni, at seta meg inn í støðurnar hjá mínum medmenniskjum, betur. Søgan, ið vit vilja siga, er um, hvussu tað er at vera avvarðandi at sálarliga sjúkum. Eg havi sæð nógvar filmar, ið snúgva seg um sálarliga sjúk, men tá hevur tann avvarðandi aloftast hjáleiklutin. Eg saknaði ein film, har støðan hjá tí avvarðandi er høvuðskonfliktin. Ábyrgd snýr seg í stuttum um Ró, eina unga gentu, sum hevur ein sálarliga sjúka mammu. Mamman brúkar Ró sum heilivág, og má hava Ró hjá sær alt døgnið. Tá ið Ró fer undir at taka koyrikortið, verður hon drigin at frísku luftini og orkar ikki aftur til køvandi heimið. Hon byrjar at raðfesta seg sjálva, hóast tað merkir, at mamman verður verri og verri fyri. Afturat at fortelja søguna hjá teimum avvarðandi, vil Ábyrgd eisini vera við at gera upp við generellu misskiljingina at ”einki hendir í Føroyum”. Vit føroyingar eru ógviliga hepnir, at tað er trygt at ganga úti á gøtuni, men okkara søgur fara fram handan goymdar dýr. Har búgva menniskju, ið bera sama óndskap og kærleika, egoismu, ósjálvsøkni og sjúkligheit, sum eru alla aðra staðni í heiminum. Hendan søgan hevur íblástur úr veruligum søgum, ið eru farnar fram í Føroyum, og hon stendur sum eitt sterkt dømi um óhugsandi veruleikar, sum ganga fyri seg handan goymdar dyr í okkara ”óseka” móðurlandi. Grundað á hesar tankarnar, var tað ongantíð eitt ivamál um ”Ábyrgd” skuldi skrivast á føroyskum og fara fram í Føroyum. Eg haldi, vit hava nógvar áhugaverdar søgur, og síggi týdningin og virðið í at fortelja tær. Eg gleði meg longu at fara undir næstu søguna, tá hesin filmurin er sloppin úr karantenu. Nú er danskt staðfest sum fremmandamál Í dag verður søkt eftir ráðgeva í fremmandamáli til fólkaskúlan, í fyrsta lagi donskum. - Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina- ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi, verður sagt í lýsingini frá Námi í dag. Í fólkaskúlanum verður byrjað við donskum í triðja flokki. Lærugreinin er kravd til og við níggjunda flokk. Í tíggjunda flokki er lærugreinin valfrí.  Meðan fólkaskúlalógin ikki sigur nakað um fremmandamál yvirhøvur, uttan at nevna at “annað fremmandamál enn týskt kann veljast”, so verður vegleiðandi sagt í lesiætlanunum, sum eru komnar seinni, at fyrsta fremmandamál er danskt.  Í Heimastýrislógini, verður sagt í grein 11, at “Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum. Við framløgu av appelmálum skal donsk umseting av øllum føroyskum skjølum fylgja við.” At tað nú verður lýst eftir starvsfólki at umsita fremmandamálið danskt, er ein uppgerð við, hvussu praksis hevur verið á hesum øki í Føroyum.  Nógvir næmingar eru, sum av ymsum ávum hava málsligar avbjóðingar. Eitt annað mál, sum hevur ikki minni týdning, er, at allar tær bøkur og undirvísingartilfar, sum higartil hevur verið brúkt í føroyska fólkaskúlanum í donskum, hevur verið adopterað, annammet, frá donskum forløgum, sum gera móðurmálstilfar til teirra egna heimamarknað og als ikki hin føroyska ella nakran annan útimarknað. Allíkavæl hava vit hingið uppi við hesum danska heimalandspraksis, og hvørt ár keypt danska móðurmálstilfarið til verandi og komandi árgangir, sum eftir lógini skulu læra danskt væl og virðiliga, tað vil siga betri enn føroyskt, sum einki virðismetandi orð fær heft afturat sær. Nú er greitt, at ein broyting verður á hesum øki. Umframt at seta fakfólk í starv, fara føroyingar nú sjálvir at gera tilfar til undirvísing í føroyska fólkaskúlanum í donskum. Andrias Høgenni vinnur Canal+ virðislønina Andrias Høgenni, sum sæst sitandi longst til vinstru á sandstrondini í Cannes, hevur í dag vunnið Canal+ virðislønina fyri stuttfilmin Ikki illa meint , sum eisini vann Geytavirðislønina í ár. Rumenski filmsframleiðarin Axel Film tók myndina í Cannes. Canal+ virðislønin er partur av skránni  Semaine de la Critique, har eisini íslendski filmurin Hvítur, hvítur dagur (Hlynur Pálmason) hevur vunnið virðisløn fyri besta høvuðsleiklut í einum spælifilmi. Filmsfelagið aftur til verka Eftir drúgvan koronastongsil er Filmsfelagið aftur farið at vísa arthousefilm í Havnar Bio, soleiðis sum heilsumyndugleikarnar áseta. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru mikukvøld. Í gjárkvøldið sýndi Filmsfelagið føroysku fimarnar ”Ábyrgd” og ”Trøllabeiggi”, sum fyrstu ferð vórðu sýndir í biografi. Leikstjórar eru Katrin Joensen-Næs og Gudmund Helmsdal Nielsen. Ole Wich tók myndirnar. Í filminum ”Ábyrgd” verður unga Ró brúkt sum heilivágur hjá mammu síni, ið er sálarliga sjúk. Tá Ró fer at taka koyrikort, verður hon drigin at frísku luftini, og orkar ikki aftur til køvandi heimið við sjúku mammuni. Hon fer at raðfesta seg sjálva, hóast tað merkir, at mamman verður enn verri fyri. Hetta er fyrstu ferð at ”Ábyrgd” verður sýndur í biografi. Í filminum ”Trøllabeiggi” fylgja vit tveimum brøðrum, sum búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali. Eftir at hava mist elsta beiggjan, stríðast teir fyri tilveruni og sambandinum sínámillum. Hetta er fyrstu ferð, at ”Trøllabeiggi”, sum vann áskoðaravirðislønina á Geytakvøldinum í ár, verður sýndur í biografi. Ungar kvinnur á filmi Kvinnur hava verið kjarnin í áskoðaraskaranum í Filmsfelagnum seinastu mongu árini og eru tað enn. Serliga áhugaverd í so máta er 36 ára gamla Greta Gerwig, ið gjørdi filmin “Lady Bird”, sum vit vístu 30. mai í 2018. Gerwig er eisini kend sum leikari, m.a. í arthouse filminum “Frances ha” (2012). Nýggjasti filmur hjá Gretu Gerwig er Oscar-vinnarin “Little Women”, sum verður frumsýndur í Filmsfelagnum 3. juni. Hetta er sjeynda ferð at filmur er gjørdur úr somu skaldsøgu, sum er um fýra systrar. Ein av mest kritisku filmsummælarum, Peter Bradshaw í The Guardian, gevur “Little Women” fult stigatal. Frá “Little Women”, sum byggir á søgu hjá Louisa May Alcott (1832–1888), arbeiðir Greta Gerwig nú við filmi um Barbie-dukkuna. Um henda filmin verður sagt: “A doll living in 'Barbieland' is expelled for not being perfect enough and sets off on an adventure in the real world. A Live-action feature film based on the popular line of Barbie toys.” Tarantino letur upp Heimildarfilmurin “QT8: The First Eight” er um ikoniska filmsskaparan Quentin Tarantino (f.1963) og fyrstu átta filmarnar, innan hin níggjundi, “Once upon a Time in Hollywood”, sló øll áskoðaramet í biografunum á okkara leiðum í fjør. Nú er nýggi heimildarfilmurin ”QT8” við til at lata upp biografarnar eftir drúgva koronastongsulin, sum í sjálvum sær ger tað vert at savnast, um áhugin er fyri filmi í felag. Síðan nítiárini hevur provokerandi leikstjórin, Quentin Tarantino, ið eisini er høvundur, merkt og myndað stóran part av altjóða filmsgerð við nýskapandi filmum sum Reservoir Dogs, Pulp Fiction, Kill Bill, Inglourious Basterds og Django Unchained. Í nýggja heimildarfilminum "QT8" møta vit Samuel L. Jackson, Christoph Waltz, Tim Roth, Michael Madsen og fleiri øðrum, sum siga okkum fjøltáttaðu søguna um Tarantino. Filmurin, sum er á enskum og uttan undirtekst, verður sýndur 10. juni í Filmsfelagnum. Eftir sýningina bjóðar Sirkus sum vant tvey fyri eitt. Barn - avbjóðandi norskt meistarverk Mikudagin 17. juni vísir Filmsfelagið norska virðislønta og í ummælum hálávoða filmin, sum aldri áður, ”Barna”. Trettan ára gamla Lykke er dóttir ein kendan politikara á vinstravonginum. Ein dagin, Lykke er í skúla, brestir hon saman við floksfelagnum, Jamie. Samanbresturin er so ógvusligur, at Jamie doyr. Pápi hansara er lokalpolitikari á høgraveinginum, og hóast Lykke tvíheldur um, at drápið var eitt óhapp, er eingin, ið trýr henni. Skúlastjórin, Liv, er idealistur, sum í loyndum, og beint móti hennara politisku sannføring, hevur eitt tætt og inniligt samband við pápa Jamie, Karl Erik. Eftir at Jamie er deyður, kunnu tey bæði ikki halda sambandið loyniligt. Fólk øtast og trúgva ongum longur. Beiggi Liv er Anders, ið hevði garðvakt, tá óhappið hendi. Hann er tyngdur av skomm og skuldarkenslum, tí hann ikki byrgdi fyri og forðaði tí, sum hendi. Hvussu kundi nakað so ræðuligt henda, og hvussu skal lívið halda fram hiðanífrá? Norski filmurin ”Barn” vann The Dragon Award, ið er heimsins størsta filmsvirðisløn, í Göteborg í ár. Arthousbiografurin, Øst For Paradis, hevur útvegað Filmsfelagnum norska filmin ”Barn”, sum verður sýndur við donskum undirteksti. Hetta er útsýnið, tá tú kemur inn í býin frá rundkoyringini undir Skansanum, har pylsuvognurin og kaffivognurin nú eru lyftir upp og fylla munandi meir undir klettunum, enn vit fyrr hava sæð.  Hóast upprunaliga lítillátin, var talan um tvey mobil bygningsverk, sum á havnarlagnum mettaðu hin meira proletariseraða endan av nýkomna gastronomiska segmentinum í Havn. Við útbyggingini sæst, hvussu skjótt útsýnið, ikki bara kann, men veruliga verður tikið frá okkum, har fyrr var frítt fyri at síggja inn í Havnina, á Kongabrúnna og alla Eysturuvág, íroknað Reynið og Tinganes.  Hetta er eyðkenda Havnin, tá tú tekur teg inn í høvuðsstaðin, um tað so er í leigubili av flogvøllinum, av kampingplássinum, úr Eysturoyartunnlinum, ella av Norrönu, sum ivaleyst er galdani fyri tey flestu, sum koma hesa innfarðsleið til Føroya. Eftirsum bilisman hevur sett Tórshavnar býráði og høvuðsstaðarkommununi so stívrend krøv um parkering, ikki til børn men til bilar, so er ólukkuliga ímyndin av mentan, heiðurskrýnda listaikonin, sum vit í áratíggju hava kallað Tjóðleikhúsið, skvisað her inn í Eystaruvág at skula standa sum ein skendsil. Í hvussu er í huganum. Kaffi- og pylsuvognurin hava nú borðreitt við fyrstu avleiðingini. Henni, sum alla staðni elvir til enska hugtakið Not in my backyard. Missi eg útsýnið, so skalt tú fara aðra staðni. Bara ikki her. Men tað skal valdast fyrst at sleppa at seta vindmyllur upp fyri Slættaratindi og onga aðrastaðni í øllum lendinum, sum er drenað fyri alt vatn úr Eiðisáum og suður til Selatrað, og síðan at sleppa at tippa søguliga útsýnið inn í kongaligu Eystaruvág. Sæð av Rossagøtuni í Havn í dag, er grótkastið hjá Tórshavnar havn nú so stórt, at Skansin skjótt má flytast út á Molan at standa, skal hann yvirhøvur síggjast, sum tað bygningsverk, hann er. So vita vit, sum brýggja okkum um estetikkin í Havnini, hvat er í væntu, tá søguliga frágreiðingin um tongul í brimi, skal berast fram í orðabókunum, har tað ivaleyst fer at standa ”sí: tjóðpall og tjóðleikhús”. Ein havnarmaður, sum júst hevði verið úti í Svínoy, helt fyri, har hann stóð undir liðini á mær við gamla pylsuvognin, at tað var ræðuligt sum bilisman hevði fingið fastatøkur á okkum borgarum. ”Einki kann gerast í Havn uttan hundraðtals parkeringspláss. Og skalt tú byggja hús úti í Svínoy, er tað eitt krav, at nú skalt tú eisini hava tvey parkeringspláss. Tveir bilar uppá húsið. Eisini í Svínoy! Aðrastaðni er tað ein óbeskriviligur luksus at gera pláss fyri fólki í bilfríum øki!” Vónandi verður tað ikki í mínari tíð, at ein tjóðpallur, eftir pylsu- og kaffivognin, fer at halda fram at myrkja og forða fyri innsýninum í Eystaruvág í Havn. Not in my time.  Kanska er rættari staður fyri eini heiðurskrýndari listaikon, sum onkur fremmandur vil rinda, at finna fyri hinum endanum á Eysturoyratunlinum. Í hvussu er ikki Havn. Not in my time. Fyrsti føroyski filmur í Cannes verður vístur týsdagin Týsdagin verður føroyski stuttfilmurin Ikki illa meint , sum er ein av trimum Geytavinnarum hjá Andriasi Høgenni, vístur í skránni  Semaine de la Critique  í Cannes. Hósdagin verða virðislønir handaðar. Súrhoyggjabrunnur verður miðdepil Her er hann, rundi súrhoyggjabrunnurin! Landbúnaður, sum higartil hevur lívað sítt egna høvuðsstaðarlív, sum stinkar heilt oman á kampingplássið, verður nú miðdepilin í stóru bústaðarútbyggingini í Tórshavnar kommunu. Og kanska er tað gleðiligt, og ber í sær eina varisliga fyrijáttan um betri og fleiri íbúðarmøguleikar hjá teim ungu, ið fyrstu ferð skulu rinda fyri at seta fót undir egið borð í skjótt vaksandi høvuðsstaðnum beint við innkomuvegin úr undirsjóvartunnlinum, sum nú fer at binda Vágar, Suðurstreym, Skálafjørðin, Eysturkommunu og Klaksvík saman. Tá verður restin av Føroyum frákoblað. Í gjár varð avdúkað at arkitektafeløgini MAP og SNA bæði høvdu vunnið fyrstu virðisløn, sum er 300.000 krónur í part. Á sama hátt vórðu tvær virðislønir á øðrum plássi, Henning Larsen North Atlantic og Fuglark, sum fáa 100.000 krónur í part. Talan er um økið uppi við gomlu Stórutjørn, har núverandi løgmaður einaferð skuldi skapa karmarnar, so sentralt varð tað tá mett, miðdepilin í Framtíðarføroyum. Sjálvt um alt steðgaði upp av kreppuni, er ætlanin ikki slept. Tórshavnar kommuna tvíheldur av røttum um, at økið hóskar seg væl til býarvøkstur, liggur væl fyri, millum bústaðarøkið í Hoyvík, vinnuøkið á Hjalla og nýggja innkomuvegin, og er tilsamans 800.000 m2 til støddar, millum Klingruna fyri sunnan, vinnuøkið á Hjalla fyri norðan, býlingin Inni á Gøtu fyri eystan og hagan fyri vestan. Hóast tað ikki verður bygt í mínari tíð, er tað í tøkum tíma at kommunali myndugleikin vaknar og letur upp fyri hesum framtíðar møguleika, ikki minst fyri at sleppa undan byggi- og íbúðahávum í Havn. Tey, sum ivast í, um kommunali myndugleikin hevur verið sannførandi aktivur á íbúðarmarknaðinum í vaksandi høvuðsstaðarkommununi seinastu heilt mongu árini, kunnu koyra ein einvegistúr niðan eftir eklatantu íbúðarskandaluni, ið otar seg heilt út á sjálva Karlamagnusarbreyt og enntá undir koyribreytina, og síðan skoða yvir økið úti á Fløtum og kring Glasir, har hugtakið klondike helst er tað fyrsta, ið kemur íbúðarsøkjandi áskoðaranum, sum fyrstu ferð skal seta búgv, til hugs. Tað er so ikki menniskjansligi faktorurin, ið har er settur í fokus, tá tú fert hesa rundferð, sum kann verða nógv víðari enn bara til hesi bæði støðini, har menniskjansligi faktorurin ikki er sloppin upp í part. Og so slettis ikki, um tú lurtar eftir lívgandi góðu fakligu byggiorðunum hjá 88 ára gamla Palla Gregoriussen í frágerða sjónvarpssendingum hjá gamla Sjónvarpinum og aftur í nýggju bókini hjá Sprotanum, og 45 ára gamla Bjarke Ingels, sum teknaði Glasir, og ivaleyst er kendasta poppstjørna í øllum arkitektaheiminum. Eins og Palli í føroyskum sjónvarpi, hevur Bjarke í donskum sjónvarpi um vikuskiftið hildið fram grundsjónarmiðið fyri at byggja í lendið og leggja hond á órørt økið. Tá økið er rørt, er tað broytt til ævigar tíðir og tað, eg gjørdi, verður standandi í lendinum. Soleiðis segði Bjarke Ingels framm fyri seg, meðan hann á teknistovuni læt tjúkka tusjpennin renna eftir arkinum eina løtu um vikuskiftið á DR2. Tá umræður hesi bæði omanfyrinevndu øki í býnum í dag, hugsi eg ofta, um yrkislærdi pennurin, ið hevur strikað hvørja hædd, tak og frárensl, og fingið tað góðkent hjá kommununi, um teir yrkispennar munnu hugsa so sum Palli og Ingels, at hetta er óforgeingiligleiki, sum eg alt lívið seti at blóma her við alfaravegin, og at hetta byggiverk fer at standa alla okkara tíð, og at alt er ov seint, tá reist og bygt er, um onkur tá vildi rivið alt niður, tí hetta klondike vísti seg at verða so menniskjafjendskt at tað bleiv bakgarðsslumm. Aftaná, er alt ov seint. Hvussu er og ikki, nú er ein súrhoyggjabrunnur vorðin rundi miðdepilin í mest lovandi byggiætlanini, sum høvuðsstaðarkommunan hevur upphugsað síðan nýskapandi prospektið um Hoyvíkshaga suður varð borið í hvørt hús miðskeiðis í áttatiárunum. Tá hómaðist sama hugsan um livandi menniskjað sum miðdepil, ikki bara at rinda fyri húsini, men eisini fyri at búgva, liva og trívast á dýrkepta økinum. Henda hugsan við menniskjanum í miðdeplinum hevur í eini alt ov rúma tíð verið skvisað burtur av grammum peninga- og íbúðahávum, sum í Havn hava fingið rúmar ræsir og eru slopnir at seta skránna eisini. Koyr ein túr niðan eftir Karlamagnusarbeyt, um tú ivast. Súrhoyggjabrunnurin er hann hjá Sigert Patursson, sum er í besta alduri, og mann hava nógv ár sum bóndi eftir á lívsleiðini. Gud viti, hvussu hann sum bóndi og formaður í Bóndafelagnum fer at trívast, nú hann framyvir verður kringsettur av bestu íbúðaútbyggingarætlan hjá Tórshavnar kommunu í fleiri áratíggju, nú samgongan roynir at koyra Bústaðir á eitt síðuspor. Men hvør veit, kommunuval er í heyst, og kanska fara nýggir tankar um íbúðabygging í høvuðsstaðnum at verða gróðursettir og sleppa at spretta og blóma í hvørjari brekku og tað á ein hátt, sum ungi tilflytarin hevur møguleika at rinda fyri, nú hann ella hon fyrstu ferð skal seta búgv, uttan neyðturvuliga at verða stavnsbundin til at rinda fyri Havnarbústaðin restina av lívinum. At seta fót undir egið borð er eitt orðafelli, sum er í støðugari broyting. Og tað er gott, tí tað ber boð um lív og dregur sum einki annað onnur afturat sær. Júst hetta er fyrsta fyritreyt fyri væleydnaðum býarvøksturi, har menniskjan er í sentrum. Her sæst síða 41 í atlasinum hjá Námi, sum, tá tað kom út í 2014, vísti aktuellu býarætlanina í Havn. Eg peiki á bóndan, sum nú fer at verða kringsettur av livandi fólki. Right in your own backyard Neyvan hevur nakar høvuðsstaður so ómakaleysa atgongd til hagan sum Havnin. Tað sæst, nú summarið nærkast og bara ein mánaður er eftir, til tað aftur gongur mót myrkari tíðum. Eftir lítlari løtu hevur tú lagt býin aftur um teg og ert mitt í haganum, gamaní á eini manngjørdari gøtu. Not in my backyard hevur verið sagt, tá fólk ikki vilja hava vindmyllur fyri gluggan, so tey missa útsiktina. Her er eingin, ið missir útsikt, tí her er vítt um fløtur. Eg møti borgarstjóranum, sum hevur verið ein 15 kilometur gongutúr. Minni kann eisini ger tað, tí gøturnar eru mangar. So mangar, at ansast má eftir, at náttúran ikki verður gjøgnumgatað, so sum tey hava gjørt fyri hundaeigarar við smølum brattgøtum í frílendisøkinum har úti við Boðanes.    Her uppi í Húsahaga ganga øll á sløttum og breiðum gøtum. Eitt rekreativt øki, sum fleiri seta prís uppá, tað er skilligt. Hóast kavin hómast norðanfyri er summarið í nánd. Heiðafuglar hoyrast, sólin skínur og fólk heilsast. Hugvekjandi, meðan sýnið yvir Havnina snarar og fjarar, alt eftir hvørja gøtu, tú velur.  Hotell og matstovur eru nú lætnar upp fyri ferðafólki, so koronasmittan hevur fingið fríari at fara fyri gestir og starvsfólk. Eftir ongari løtu eru 23 smittaði. Hinvegin, vil eg ikki, at tey, eg møti á Rossagøtuni, skulu halda, at eg sjálvur eri í sóttarhaldi á hotellinum niðanfyri okkum, tí landslæknin sigur, nú eru 45 í sóttarhaldi. Og enn er summarið ikki byrjað. Giti, hetta verður eitt restriktivt summar. Tí vandi er í hvørjari vælferð. Koyri longur niðan at taka eina summarmynd upp móti bláu luftini av vøkru vindmyllunum hjá SEV, sum eru settar so snildisliga, at tær ikki síggjast, uttan so at tú koyrir eftir Oyggjarvegnum, har eingin nakrantíð hevur búð. Men hvat er hatta? So uppgrópaða havi eg ikki sæð náttúruna fyrr. “Millur” stendur demonstrativt skrivað við spjaldrabókstavum á einum steini við vegjaðaran. Framstig og framtøk krevja offur. Eisini í Havn. Skulu vit verða umhvørvisvinarlig og skapa grøna orku til almenningin, so skulu vit ofra ein hulans massa av orku til fyrst at leggja lendið undir okkum og síðan at grava bæði bý og náttúru upp, so sum gjørt verður í kommununi nú. Ímeðan kunnu vit spekulera yvir, nær mannaskaptu inntrivini, teknisku instalasjónirnar, fíggingin og brúkta arbeiðsorkan øll fara at møta samfeldu nullloysninini, so tað fer at loysa seg hjá okkum og vindmyllubóndanum, at grópa náttúruna upp, so vit fáa el og hita til hús og bil, uttan útlát og uttan at hugsa um forbrúkarismu.  Ímeðan vil eg mala til at ganga ein túr eftir Rossagøtuni. Tað er enn ókeypis, tú kanst hosta í ermuna og enn sært tú einki til vindmyllurnar hinumegin sýnina. Pollamjørki Klokkan er seks um morgunin á terrassuni í Tórsbyrgi. Útsýnið er móti Stongini, Eystnesi og Høgoyggj. Tað er Pollamjørki, ternan kemur og álmanakkin sigur eisini, at tað er Halvarðsøka, sum er nevnd eftir norska halgimenninum Hallvarður Vébjörnsson, ið var føddur um ár 1020 og doyði henda dag, 15. mai, í 1043. Pollamjørki verður umrøddur soleiðis í føroysk-ensku orðabókini hjá Sprotanum: (veðurfr.) Stratus [mist which lies along the sea, in bays and through the valleys, and covers the foot of the mountains while the sky above is clear] Til arbeiðis bjóðar Rói øllum ís, so sum siður er fyrsta sólskinsdag, og vit lósu í bókini hjá Bárði Oskarssyni um hina Fløtu kaninina, har dagsins bókmentaligi setningur á ritstjóraterrassuni ljóðar: Rottan spyr hundin, um hann kendi fløtu kaninina. - Nja, eg haldi hon býr í nummar 34. Eg havi ikki prátað við hana, men eg havi pissað á portrið har, so vit hava sæst. Ferðast í egnum landi Nú fingu vit ein skáa heima hjá okkum sjálvum, at ferðast í egnum landi púra turistfrí. Koronan varð tað, sum gjørdi okkum leys av útlendskum ferðafólkum og teirra forstýrilsi eitt bil. Endiliga fingu vit høvið at vitja okkara egna land í teirri ferð og rútmu, sum passar okkum best, øki fyri øki, oyggj fyri oyggj, ein dag í senn, til latið verður upp aftur. Henda góðveðursdag vórðu tað Vágar. Her er mest avmyndaða stað í Føroyum, Múlafossur, í Gásadali, og sum sæst er enn rættuliga rúmsátt at ferðast í egnum landi. Meðan tað fram til aldarskiftið var alt um at gera at fáa onkran úr Havn at stoypa eitt alment betongvesi við neonljósi í hvørjari bygd, sum sjálv helt, at hon hevði nakað at bjóða teim ferðafólkum, sum við bussi komu úr sama metropoli eitt ørstutt bil, hevur ferðavinnan flutt seg munandi hægri upp á tænastustiganum, og er vorðin ein sjálvsagdur partur av mat- og gistingarvinnu. Nú er nakað fráliðið síðan meira human og tænastusinnað vesi vórðu bygd, so tey við hjartastartara og øllum passa inn í lendið, vesini. Tey skemma ikki longur umhvørvið so nógv sum yvirdrivin skelting og alt ov litfagrir lastbilar og gravimaskinur nú eru farin at gera. Nú vesiparturin er lokin, er nýggjasta avbjóðing sjálv upplivingin og staðbundni autentisiteturin, sum tú loysir bilett til, óansæð hvat tú keypir á hesum fjarlagda ferðastaðnum. Her er tað skerpikjøt úr egnum haga, borðreitt á terrassuni í konverteraða sláturhúsinum í Gásadalsgarði. Vakni lesarin sær beinanvegin etikettina á ølfløskuni, sum ikki bara sigur "Múlafossur", sum var tað ein innantómur profitmaksimerandi gimmik, nei, hetta er ein vælvald øl til rugbreyð og turt kjøt, har serliga fitin angar væl í sunnudagssólini, yvir ølini, sum saman við Gásadalsgarði er bryggjað við vatnið úr Múlafossi og byggkorni, ið er dyrkað á akrinum, júst har eg hyggi, oman móti fossinum. Nú er hon søluvøra í svaliskápinum við improviseraðum søluskeltum, klár at njóta á terrassuni. Inni í framúr snøgga og væl gjøgnumhugsaða Gásadalsgarði er framsýning við málningum hjá Pól Skarðenni, har øll myndaevnini eru lokal úr oynni. Í túninum er eins snøgt og nossligt og tað er inni. Konseptið við Gásadalsgarði er tað best gjøgnumhugsaða, eg kann koma í tankar um á bygd, har nógv ferðafólk koma. Umframt kafé er eisini møguleiki at gista her. Men so er tað tað. Avbjóðingar eru alla staðni. Einaferð segði ein, at skal friður verða inni, so skulu øll verða úti. Snari eg á halinum, uttan yvirhøvur at flyta meg í túninum, men haldi myndatólið fram fyri meg meðan eg gerið staðbundna snarið á halinum, so er útsiktin hendan: Ein bilur uttan nummarplátur á einum trífóti, sum onkur er í holt við at skifta hjól á ella umvæla á onkran annan hátt, plattar, dekk og felgur, og um hornið eru fleiri ættarlið av traktorum og niðan í dalin síggjast gular gravimaskinur og oman móti Múlafossi er ein rúgva av settum bilum, væl at merkja aftanfyri rundu barakkina, har ikki er loyvt at parkera frammanfyri. So sigur skeltið. Men hvat, vit eru í bóndalandi og her er eingin fungerandi borgarstjóri við estetiskum sansi, so tað er bara gott at ganga millum rust og amboð, sum minna okkum á okkara egna forgangiligleika, og at fyri Gudi eru vit einki annað enn rustur, rustur uppi í Dalinum. Hetta við at umsita so sjáldsaman vakurleika, sum hann í Gásadali, og varðveita eina staðbundna og umsetiliga uppliving, sum omanfyri nevnd, er ein avbjóðing, ið ikki minkar við árunum, so hvørt traktorarnir eldast og vaksa í tali. Tað eru ikki bara virknir bøndir, ið seta teirra amboð, har tey skulu brúkast, mitt á bønum, ella har ein renna skal gravast beint nú, nei, tað eru eisini húsaeigarar, sum av óransakiligum ávum finna tað fyri gott og fáa loyvi til at byggja heilt úttanfyri allan kendan og hevdvunnan estetikk á hesum sjáldsama stað, sum burdi verið fevndur at strangastu byggi- og handilsreglum, nú hann ikki er 1700 metrar frá framtíðini, men er mitt í nútíðini, við fortíðini á rygginum. Úr Gásadali er passandi at fara gjøgnum Bø, Sørvág og Vatnsoyrar og at enda til Sandavágs at fáa suppu í eins søguligum kørmum á Fiskastykkinum ytst í bygdini. Her angar eins nógv av staðbundnum autentisiteti og í Gásadali, og hartil einum menukorti, sum er hóskandi til staðið og tann gastronomiska viljan, sum við marknaðinum í huga, er lagdur fyri dagin. Framúr. Fyrsta, sum er fyri við diskin, eru tvær myndir av ivaleyst mest bombastisku framsýning, sum føroyingar nakrantíð hava verið við á, henni í Barcelona í 1929, tiltikna ferðamannabýnum uppá gott og ilt, sum eg vitjaði og bloggaði um í 2016. Innan bílagda fiskasúpanin kemur á borðið eru stundir at eygleiða arkitektoniska varsemið, sum Fiskastykkið byggir á. Alla staðni verður tú mintur á søgu og karmarnar, ið eru settir fyri hesi nútíðar servering og søguligu plasering. Og so kemur fiskasúpanin, væl krúddað við breyði og vatni afturvið. Serliga hongur roykti laksurin leingi uppi við og so føstu eplini og gularøturnar, sum ikki eru kókaðar linar, men eru fastar og standa ímóti, tá tú ikki bara sýpur, men eisini tyggir og smakkar salta stykkið av fiski. Framúr súpan til nátturða í Vágum, innan leiðin liggur aftur til Havnar. Manga takk fyri góða servering fyri ótolnum ferðafólki úr Havn ein sólskinssunnudag í Vágum. Pastisjunnar háborg Hyggasíggj. Italskur power glamrock frá 70’unum, við eini danskari Suzi Quatro á bass, vann á fronskum Piaf chanson við einum ternusnerti av belgiska Brel, sum aftur vann á artistiskum Elvis look alike, sum dyrkar Scott Walker í sveisisku alpunum, meðan Ukraina er farið út í hvønn heimakrók at finna geografiskt siðbundna fólkatónan við eini raddarkraft sum hjá karelskt-finsku Värttinä.  Einki er sum Grand Prix kappingin, sum nú eitir Eurovision Song Contest, Evrópska söngvakeppnin, sum málsliga stuttligu íslendingarnir siga, nú vit gera tað legalt at kappast um sang og tónleik úr øllum Evropa - og so hinum, sum eisini vilja verða við. Evropa er eitt rúmsátt hugtak. Og tað er praktfult, tá vit hugsa um heimliga krimprumpuveldið, sum sigur, at einki skal kappast um nakað, og brúkar tað sum umbering fyri einki at gera við nakað.  Eurovisionsjovið er briljant hugtakandi og fer langt fram um senukantin í hvørjum tí einasta sangi. Og so er tað ein konstantur cliff hanger, tá talt verður saman uppá allar sniðfundugt hugsandi mátar, sum grafiskir teldunørdar hava útviklað, ja heilt til skýggja.  Tað er so spekulativt sum sjov, at eingin veit, hvat hetta endar við. Kapping til síðstu løtu.  Fyrst ein dómsnevnd, sum við kulørtum persónligheitum sigur frá, hvør skal fáa tólv stig, og so fólkið aftaná. Fólkið og ikki bara parnassið. Ein stuttlig kapping, sett í framúr karmar, so vit á heimavølli kunnu síggja eitt senushow, sum er uttan líka í okkara heimsparti, kanska í allari verðini.  Úrslitið í ár bendir á, at fólk eru troytt av streymlinjaðum glamour poppi á enskum, og nú vilja hava hartsláandi rock á móðurmálinum, ágangandi og kontant. Tað er ikki so galið statement. Tað smikursøta vann so ikki. Kanska er lív lagað hjá evropeisku tónleikakappingini.   Sjerri og ræstur fiskur Eins og almenna tænastuhugtakið stendur í fagrasta blóma, er eisini viljin at seta orð á smakk ein frambrúsandi ítrótt. Rúsan ger framúr faldarar , sum vegleiða, hvussu drykkir kunnu parast við alt, ið ræst er, frá tí triviella til tað raffineraða. Í fyrra bólkinum er konsumbjór av pilsnara slagnum og hvassur Aalborg snapsur, meðan sjerri í øllum stigum, frá tí turra til tað søta, frá tí ljósa til tað myrka, er í tí seinna bólkinum. Fert tú á kav millum hillarnar í hesi smakkverð, er skjótt at tænastufólkini koma at spyrja og vegleiða. Og mín sann, um eg ikki verið boðin inn í køkin at smakka nýggja vøru, ljóst og turt sjerri, og myrkt og søtari sjerri. Eg sigi, at vit gomlu floksfelagar skulu møtast í kvøld at eta ræstan fisk við garnatálg og spiki. Ein mildur snapsur skal skola góman, men er okkurt sjerri, sum kann krydda og komplimentera smakkin av tí eksplisitt ræsta? Jú, tað er gamaní, sigur hon og skeinkur eitt lítið glas, so eg kenni angan og drúgva eftirsmakkin. Ótrúligt at ræstur fiskur er fluttur úr vásakøkinum og inn í stovuna, mest sum til háborðs, aftur við sjerri og øllum hinum. Men fyrst og fremst sjerri. Eitt gott parlag. Og meðan tosið gongur, koma vit eisini eftir at ymsu sjerrisløgini rigga væl til annan mat úr føroyska køkinum. Tað var ikki gamalt. Men gott er tað. Sjálvandi í rímuligum mongdum, og aldri til yvirmáls, siga vit einmælt í felag. Og so er høvið at finna gomlu gløsini fram. Væl gagnist! Tá tíggju bleiv Sodoma Kronometrið sigur tíggju, tá Bárður hevur fund at kunna fólkið um nýggjastu tilráðingar í koronutíðini. Tíggju. Tað svitast ikki. Men tá koronometrið ein sólarring seinni aftur rakar tíggju, tá er Sodoma í gøtuni. Tí mugu matstovur steingja og sløkkja. Hvør Móses er tað, sum hevur gingið gjøgnum havið at kloyva Bárðar tíðarfatan av matgerð og servering? Myndin er lánt frá Cecil B. DeMille Frá blogg til podd Í vikuni gjørdi eg mítt fyrsta poddvarp á skeiði í Námi hjá Dorte Palle og Tor Arnbjørn, sum fyri tveimum árum síðan skrivaðu Podcastbogen, hina fyrstu í Danmark. Tað var ein evarska lítil bundin uppgáva í tveir minuttir, sum eg valdi at loysa við telefonini á gongubrúnni við Bukkevald í Havn eitt kvøldi við lítlum uppgangi.  Dorte hevur egið poddvarp, heimasíðu og Soundcloud, ið er ein ókeypis sýningargluggi, sigur hon. Bæði hava Rakkerpak Productions í Keypmannahavn, tey skipa fyri kveikjandi skeiðum, og við støði í kursistum, sum á okkara leiðum gera poddvarp, hava tey Nordic True Stories gangandi. Magni Høgnesen, sum situr við mína lið, hevur eitt greitt undirvísingarligt sikti, tá hann sigur, at skeiðið í Námi er ein góð samanrenning millum ástøði og uppgávur.  - Tað gjørdi, at eg bleiv noyddur at fyrihalda meg til innihaldið, og slapp at royna meg við tí verkliga. Tað eru ótrúliga nógvir møguleikar við poddvarpi, fyri meg í skúlanum. Tað vildi verið upplagt hjá okkum á Miðnámi á Kambsdali at roynt okkum við einum poddvarpi, sigur Magni, sum vísir mær Zoom upptakaran, ið er teirra amboð. Hóast mítt amboð er avmarkað til eina iPhone 6, sum longu var stuttlig at seta í kasettuspælaran í 2015, er gongdin frá blogg til podd byrjað. Ein og hvør broyting er góð, eisini um tað er ein konvergerandi transitión, ið leingi hevur verið ávegis, og sum eg hvørki havi fatað, ella bríggjað meg um fyrr enn nú, eg síggi at útvarpsmiðilin er um at anda út. Í grundini er tað ikki so langt frá at skriva blogg til at rekorda podd. Tað er at lesa tínar tillagaðu tankar upp og leggja teir á ein pall, sum byggir á ljóð til oyra, heldur enn sjón til lestur.  At finna og siga søgur, seta tær í karm, so tær verða viðkomandi hjá øðrum, er í báðum førum støðið, viljin og ætlanin.  Tú flytir teg frá blanka pappírsarkinum til útvarpsljóðið, sum tú við sama slag av útgávuklikki, publish, einum play knappi, kanst gera atkomuligt hjá einum og hvørjum nær sum helst, treytað av at tú ikki krógvar teg aftanfyri ein gjaldsvegg. So steðgar alt, eisini hjá Amatøroyum. Eg lurti ikki eftir teimum longur, hvussu lítið teir so kosta. Fyri mær hava teir krógvað seg. Eitt opið Spotify er í løtuni helst tað rættasta. Podimo er ein annar møguleiki. Har hevur Eydis í Dali poddvarpsrøðina “Stalker - Mit fatale Tindermatch”.  Men hvussu kemst so langt, at tú kanst geva gott poddvarp frá tær, at síggja til fyri einki?  Gratismátin letur bert upp fyri grasrótum, sum ganga so svakliga høgt upp í sítt evni, at tey ikki eru til at halda út at hoyra uppá. Eitt spurnarevni á skeiðnum var, hvørt tað ber til, at leggja seg í kjalarvørrin á einum broadcastara, sum sær nyttuna í at leggja lunnar undir títt egna poddvarp, uttan at tú rættuliga visti av tí? At partarnir kundu nærkast hvør øðrum. Spurningurin er, hvussu finni eg ein sponsor, innan eg leggi árarnar inn og fari á landsliðið, við akkurát mínum valda temapoddi. Sum eina roynd havi eg valt at gera ein ullapodd við støði í nýggju bókini hjá Ásu Hátún “Søgur um ull”, sum verur løgd fram síðsta mánadag í mai. Intro til poddin er “We’re all alone” hjá Bob James. Tor leggur mær lag á, hvussu inngangurin kann verða catchy og tó rættur í mun til innihaldið. Námspoddurin verður arbeiðsheitið. Vælkomin í Námspoddin. Á skeiðnum hoyra vit um, at í Danmark er hópin av grunnum, sum stuðla podvarpaðum tiltøkum, m.a. “På Tur med Susanna Sommer”, sum RealDania stuðlar, og er um menning av danska býarrúminum í arkitektoniskum høpi. Ein partur í hesi poddvarpsrøð. Kendi verturin, Morten Resen, er eisini farin at gera “Startup”, ið er poddvarp um at gerast sjálvstøðugur.  - Villigheitin at keypa og rinda fyri hvørt poddvarp í eini avtalaðari røð er rættuliga stór í Danmark, sigur Tor.  Á poddvarpstænastuni, Podimo, er Anne Sofie Allarp, sum fyrr hevur gjørt turrisliga søguligt skúlapoddvarp, men nú hevur saftigu røðina “Skyggekvinder”, ið er samrøður við ungar vælútbúnar kvinnur, sum hóast tær eru giftar, hava fingið sær ein elskara. Tað vilja nógv hoyra um. Í somu temasjangru bjóðar Spotify “Den grå side”, sum er poddvarp við monnum, sum siga morreyðar søgur, lugarprát, ið eru beint fram, og altíð hevur ein sexuellan grundtóna. Tað vilja fólk helst hoyra, og stóru bløðini eru altíð áhugaði at keypa tílíkar røðir. Á hampuligaru síðuni hevur Dorte Palle gjørt “Corona for børn”, og tveir fyrrverandi útvarpsvertir hava gjørt poddvarpsrøðina “Under nålen”, sum ikki er um gamlar plátur, men um tatoveringar. Í øllum førum eru tað røðir, poddvarpsrøðir, og ikki einstakar sendingar, ið vertirnir gera við so stórum hepni, at onnur vilja keypa tær og gera tær atkomuligar fyri onnur at hoyra.  - Poddvarpið kann tá heldur lýsast sum navið, snældan og kjarnin, í einum størri tanka, áhuga ella virksemi, heldur enn at verða einasta inntøkukelda, tú burturav hevur tørv á, í forhold eitt til eitt. Tað er meira ein uppmerksamheitsgenerator, sigur Tor um poddvarpið sum miðil á danska arbeiðsmarknaðinum millum miðlafólk og journalistar. Heiðurskrýnda bókaforlagið Gyldendal ger eisini poddvarp við dugnaligum fakformidlarum, og Ekstrablaðið ger “Bandeland”, sum er nýbrótandi poddvarp í true crime traditiónini. Tintin er eisini umboðaður í drúgvum nørdaligum poddvarpi, serliga útgávan um Kongo, sigur Tor, og nevnir so “Genstart” hjá Danmarks Radio, sum hvønn gerandisdag frá klokkan seks á morgni er fremsta public service tíðindapoddvarp um eitt úrvalt evni í tríogtjúgu minuttir. Bæði hava  tey eina spennandi fakliga fortíð í Danmarks Radio, og hava seinni tikið leiðsluútbúgving í Berlin.  Í Danmarks Radio hevur Dorte verið við til at lyfta fram føroyska stakpoddin “Til Lindu”, sum eg heldur vil kalla montasju ella útvarpsbiograf, sum Linda Mortansdóttir gjørdi fyri Third Ear Podcast um tvíburðabeiggjan, Rasmus. Frumsýning, ella rættari hoyring, var í myrkri á Tjóðpallinum í Meiarínum í Havn í oktober 2015.  - Hinvegin er fótbóltsprát vælumtókt í øllum londum, tað er drúgt í forminum, ógvuliga drúgt, men altíð á blettinum, og lurtaraskarin er allastaðni stórur, tí søgan er sum onga aðra staðni drivin av passión, at vera við, og at kenna seg, sum at verða bodnan til borðs og sita væl, hóast tú ongan áhuga hevur fyri fótbólti, og tí av røttum hoyrir heima úti á trappuni. Men passiónin drívur verkið at gera fótbóltspoddvarp, sigur Tor.  Sama er føroyska eyðkennið í “Fótbóltsprátinum” í Útvarpinum mánadag eftir døgurða, og í “Vikuskiftissendingini” fríggjadag, treytað av, at teir eru tveir vertir, har frásøgugleðin er hin sama útvenda, og sum ongantíð líður av niðurgrónum táneglum. Tað er passiónin, ið drívur verkið og ger hesar siðbundnu sendingar til eitt útvarpsligt gullegg, sum vert er at ansa væl eftir, fyri at halda tulkingarfelagsskapinum og formatinum gangandi, hugsi eg fyri meg sjálvan í hesum kveikjandi danska poddvarpspráti við Hoyvíksvegin í Havn. Sjálvur eri eg uppvaksin í einum medialum landslagi, sum í útvarpslandinum Føroyum hevur mist mest sum allar fastatøkur, tí eingin longur lurtar eftir tí, útvarpinum, uppá tann gamla mátan, sum tey nú royna at kalla flow. Ein ímynd av, at útvarpsmiðilin fyrr fleyt til tín, laiv, her og nú, so hann var ein maktfaktorur í samtíðini, sum tá var, tí øll lurtaðu eftir tí sama og tosaðu um tað sama eisini í kaffisteðginum morgunin eftir. Akkurát tann monolitiska útvarpstíðin, har klokkuslettið 12:20 var heilagt, er nú ein farin tíð. Útvarp er blivi ein kassi, sum stendur í einum horni og larmar til onkur sløkkir. Júst tí, at hann bara larmar. Sum ein desperat roynd, ein deyðskrampi, hevur verið sagt, at um gomlu útvarpssendingarnar, sum enn eru á skránni, bara fáa ein playknapp í reversið, eftir at tær hava verið sendar í Útvarpinum, og so kunnu takast fram á heimasíðuni hjá stovninum, tá tú sum brúkari hevur hug og stundir at lurta, ja so er gamla goymda útvarpssendingin transformerað til poddvarp. Knappurin ger tað. Knappurin er tað. Nústani havi eg fatað hesa drúgvu og kompleksu tilgongd at bjarga útvarpsmiðilinum. Harragud, tað snýr seg ikki um annað enn at gera gott útvarp, sum í fyrndini, og samstundis tryggja sær ein pall, ið vil vita av einum. Tað er tað, sum poddvarp er, einki annað enn gott útvarp, ein ljóðmyndalig montasja, har kýnt verður fyri hvørjum ljóði, tí hetta er ljóðbiografur til títt innara oyra, meðan tú kanst sløkkja ljósið og kenna teg, sum vart tú í heimsins størsta biografi, einsamallur í tínum egna blinda oyra. Tað er dagsins poddvarp fyri tey, sum ikki eru vaksin upp við larmandi útvarpskassanum, sum fyrr vildi náa øll við øllum uppá eingang við repeterandi morgunlesturi og løgum øllum dáma til eina og hvørja tíð.  Poddvarp fer inn í títt egna oyra. Tað verður ein persónlig tilognan, tá tað passar tær.  Mest umráðandi er, at framleiðslumøguleikarnir eru á okkara egna máli og til okkara egna marknað, verða so góðir og lagaligir, sum til ber, á føroyskum, sum vit duga, og so at vit finna ein pall, kanska Kringvarpið, at leggja føroyskar poddvarpsrøðir á, siga royndu donsku skeiðshaldararnir. Tað eru bestu ráðini. Og so duga tit eisini at skifta til onnur mál, enn bara føroyskt. - Jeres redskab skal frisætte jer til at komme igennem til brugeren, siga Dorte og Tor í skeiðshølunum í Námi, og senda okkum at venja inni og úti.  - Spælið við rytmu, tempo, støðgum, sigur Dorte. - Tað snýr seg um at lata eyguni aftur og hoyra úrslitið, siga tey terapeutiskt. - Hvussu ljóðar tað, tá tú so trínir eitt fet burturfrá, eru tit trúverdig, eru tit ektað, hava tit eina passión og vil lurtarin vera saman við tykkum?  - Brúkið tykkara mál, tykkara orð, tykkar máta at tosa uppá. Brúkið nýggjar orðamyndir. Ansið eftir slitnum klisjéum, eisini teim úr fótbóltsverðini. Tað eru aðrir lutir at seta fótin á, og halda eygað við, enn bólturin og bara bólturin. Brúkið nýggjar orðamyndir, sum ikki bara eru úr einum og sama høpi. Gerið tykkara egnu orðamyndir. Ansið eftir teimum og goymið tær. Spælið við orðunum. Fremst av øllum - spælið við orðunum.  - Bylgjan við poddvarpi er akkurát byrjað, og alt bendir á ein stóran vøkstur, bæði í lurtaratali og poddvarpum tey komandi árini, sigur Tor. Hann leggur afturat, at poddvarp hóskar væl inn í eina nútímans tilveru, tí tú kanst gera okkurt annað meðan tú lurtar.  - Vit eru eisini sannførd um, at hesin miðil hevur stórar møguleikar í Føroyum. Er man ikki longu farin at gera poddvarp, so er upplagt at byrja at lurta nú, sigur Tor. Dorte vísur á, at poddvarp er gott í nisjunum, í tí smala og nørduta.  - Tað er ein stórur diversitetur og eitt satt margfeldi í øllum evnunum. Og vit vórðu ógvuliga inspirerað meðan vit vóru í Føroyum. Tit eiga so nógvar fjaldar, ella í minsta lagi ósagdar, søgur, sum bara bíða eftir at verða fortaldar, sigur Dorte eftir kveikjandi skeiðið í Námi. Takk, Dorte og Tor, fyri hugkveiking og eina styrkta sannføring um, at góði gamli útvarpsmiðilin enn er støðið og álitið í miðvísari føroyskari miðling, eisini um prísurin er at kalla hann poddvarp. Tað skal ikki standa á. Spurningurin er bara, hvør vil framleiða og hýsa eini røð av varpsprettandi føroyskum poddum, so teir fáa eitt lív í almenna rúminum.  Magni Arge, sum arbeiðir við poddvarpi úr stóra reportasjusavninum hjá pápanum, Niels Juel, tók myndina av bloggaranum frammanfyri poddarunum, Tor og Dorte, við eini reyðari hurð ímillum. Hurðin er eingin forðing. Í dag var Edward mín stjørna "Svart-hvítur gandur" er heitið á framsýning við hópin av verkum eftir Elinborg Lützen (1919-95), sum lat upp við føroyskt-donskum katalogi í Listasavni Føroya í dag, nú hundrað ár eru liðin, síðan listakvinnan varð fødd.  Listamaðurin, Edward Fuglø (f.1965), sum eisini er úr Klaksvík, setti framsýningina og leiddi áhoyraraskaran inn í listina og veruleikan hjá Elinborg Lützen. Orðini yvir kendu listini í skálanum vóru so hugtakandi, at eg vil loyva mær at siga, at hesa løtuna var Edward stjørnan. Við loyvi frá Edwardi seti eg orðini inn niðanfyri. Tað er ein myrkur og slavnin novembur dagur, seinast í 60 unum, um nón.  Nógv larmandi og tung ferðsla. Mamma mín hevur meg við til handils.  Leiðin gongur til Klædnabúðina á Biskupstø, tað stásuliga "Magasangið" hjá Kjølbro, mitt í Klaksvík. Eitt sindur av kava, og flykrurnar dala. Mitt í øllum ein stórur lýsandi gluggi.  Sum tað glitrar og glampar.  Og har, í glugganum, ein kona, í skjúrtublusu og opnari troyggju og í niðurdeili. Hon er ikki í skóm, og gongur á tá, í beige littum nylonsokkum. Hárið er uppsett í ein topp, og munnin hevur hon fullan av knappanálum, og hon er við at heingja eina blanka stjørnu mitt í vindeygað, við næstan ósjónligum nylontráði. Um hana sveima handkløð og silkiturrikløð, fínir kjólar og hattar, vættrar og einglar, hjørtu og kúlur, alt er líkasum í vektloysi, ja sjálvt konan virkar, sum hon eisini sveimar har í vindeyganum. Og konan er Elinborg Lützen, sum prýðir handilsgluggarnar til jóla.  Bergtikin verði eg standandi og stari í vindeygað, og vil als ikki við inn í handilin. Við glómum í eygunum, nei, hendan er so sanniliga ongin vanlig Klaksvíkskona. Eg eri tá um 4-5 ára gamal, og tey fylgjandi árini passi eg mær løgir, og eri fastur áskoðari, tá Elinborg pyntar jólagluggarnar. Ivaleyst  hevur tað veri strævið hjá henni, at verða so útglødd, av einum av yngstu "stalkarunum" í Klaksvík. Men eg fái tó eitt lítið vink og eitt smíl onkuntíð. Lagnan vil tað so, at eg fyrst í 70unum komið at búgva úti í Grótinum, við gomlu Klaksvíkina,  grannalagið har Elinborg er búsett. Hon býr í fínu og gomlu Faktorshúsunum, og beint omanfyri húsini er ein teigur, har vit børn ofta spæla. Eg eri nú vorðin greiður yvir, at tað er Elinborg, íð hevur myndprýtt mínar yndisbøkur, sum verða lisnar fyri mær, kvøld eftir kvøld. Søgurnar, og ikki minnst myndirnar, taka meg víða, til eitt nú Kongaríkið í Babylon ella Omanfyri Eikilund, har bjartar stjørnur lýsa yvir dansandi álvagentum, meðan drongurin lúrir aftanfyri ein svartan eikibul. Og eins og hesin, amist eg tá eisini uppi í Faktorshúsunum, har eg kagi inn ígjøgnum gluggarnar fyri at síggja Elinborg, har hon situr í royktámutu stovuni og teknar, við serutt í aðrari hondini, og við Pipp Hans, gula kanariufuglinum, sitandi har hjá sær á arkitektalampuni. Ein fagran summardag spæla vit í bønum omanfyri Faktorshúsini. Tá kemur Elinborg til okkara. Hon er ólukkulig.  Pipp Hans er flogin út ígjøgnum opnu hurðina og er horvin, og Elinborg  gongur nú úti og leitar. Vit fara beinanvegin eisini at hjálpa henni, og leita verður í øllum grannalagnum, men ongin Pipp Hans er at síggja, og hann kemur ikki aftur í aftur. Sum eg vaksi til og búnist, síggi eg meira og meira av listini hjá Elinborg Lützen.  Táverandi Tjaldurs Apotekið í Klaksvík, listprýðir hon, tá tað er bygt í 60 unum, við einum stórum oljumálningi, har myndevnið er úr Sjúrðarkvæðunum. Hesin varð tá miðpunktið á Apotekium. Á myndini liggur ein særdur riddari, og tríggjar moyggjar eru um hann.  Alskyns plantur og urtir vaksa, har tey sita, og niðast stendur málað við hagagrønum stavum: "Er tað nakað grøðandi sárini tíni"  Fyri meg er tað ein sonn fragd, at fara at keypa heiligvág fyri ommu, og mangt eitt ørindi geri eg mær inn á Apotekið ígjøgnum árini, fyri at njóta hetta verkið. Og so eru tað øll tey svørt-hvítu prentini. Tey lata ein heilt nýggjan heim upp fyri mær. Ongantíð havi eg sæð býlingarnar í Klaksvík so fullar av yðjandi lívi, sum í hesum eyðkenda glámlýsinum, í myndunum hja Elinborg Lützen, Tað er eins og ein stjørnuklár nátt við mánalýsi. Huldislig og fjalin, ja næstan trøllslig og tó so heimlig, liggja húsini og lýsa sum smá Soria Moria slott, í líðum og lágum, har hvør túgva er, sum ein livandi vera. Her eru loyndarfull skímaskot, og garðalið, sum skríða sum ormar í bønum. So makaleyst og virtuost er hetta gjørt, at tú púra gloymir, at hatta húsið í veruleikanum, jú bara eru húsini hjá Peri hjá Póli. Og  fyri ikki at tala um allar ævintýramyndirnar, har mongdir av løgnum verum, hava nógv um at vera, í haga og í sjógv.  Ein sannur meldur av hugflogi, pallsettur í einum gotiskum, til tíðir barokkum, alheimi. Tó, tað at vit eru stødd norðarliga í Føroyum, eisini í hesum myndunum, hevur altíð á onkran hátt kennst nærverandi fyri meg. Ein kann bara undrandi skoða hesi verk, sum Elinborg hevur manað fram við knívi og skeð. Aftur til lítla Pipp Hans, sum hvarv... Tað vildi so til, at eg bleiv útbúgvin á sama skúla í Keypmannahavn, sum Elinborg í síni tíð gekk á. Og sum 25 ára gamal, meðan eg var heima í summarfríð, stakst uppá meg at vitja Elinborg, sum tá varð flutt til Havnar. Hon búði her, beint vð Listasavnið. Eg banki uppá, og løtu seinni, hómi eg ein skugga innanfyri skjóruta rútin í hurðini,  So  gloppar Elinborg dyrnar eitt evarska lítið vet. Eg sigi hvør eg eri, og hvørji míni ørindi eru. Men Elinborg klamsar hurðina aftur, eg standi eina løtu sum kánus.  Og nipin eri eg áveg oman trappurnar, tá Elinborg rópar: "Jamen, kom inn, ger so væl, og orsaka, eg mátti fáa Pipp Hans inn í búrið, so hann ikki fleyg út." So sita vit í royktámutu stovuni, Elinborg í sofuni, við serutt, undir einum stórum Mikines grindadrápi, eg í lenistólinum, og guli Pipp Hans í búrinum.  Vit fáa eitt longri prát um listina, bókmentirnar, um tað at illustrera, um Klaksvíkina, og tíðina sum gongur so skjótt. Elinborg minnist ikki rættuliga meg aftur, haldi eg.   Hon er vitug, men eisini eitt sindur fjalin, og eg upplivi hana sum sera sjálvkritiska. Hon sigur seg ivast um sína list, um góðskuna. Og hon leggur heldur ikki fingrarnr ímillum, tá talan er um list sum heild.  Alt er ikki líkað væleydnað, eftir hennara tykki.  "En bunke hø!" Heldur hon turrisliga fyri seg sjálva. Eg siti sum í andakt. Tøgn.  Eg hugsi um at fara.  So reisist Elinborg. "Edward," sigur hon, "skulu vit ikki fáa okkum eitt lítið glas av sjerry, við konfekt afturvið, áðrenn tú fer?" Og soleiðis endar okkara løta í stovuni...og skjótt siti eg og hálvdurvi í bláa bussinum ávegis til Klaksvíkar. Landslagið glíður framvið, líðirnar verða brattari, og huldusligar túgvur og gil koma til sjóndar. Og ímeðan blái bussurin heldur leiðina fram norðureftir, skiftir landslagið lit til svart og hvítt, og gandar fram alskyns verur og ævintýrakend skap, sum tysja fram í ljósið. Við hesum hugleiðingum, seti eg framsýningina  "Svart-hvítur gandur," á Listasavnið Føroya, til heiðurs fyri Elinborg Lützen, listakvinnu, ið hevði verið 100 ár í 2019. "Stór list - í lítlari stødd. Svart og hvítt - og nógv meira. Tað er júst slíka list, sum Føroya fyrsti og størsti grafikari Elinborg Lützen (1919-95) skapti, " sigur Nils Orth, fráfarandi stjóri í Listasavninum, og greiddi frá, at hon hoyrir til tað fyrsta ættarliðið av føroyskum listafólkum. "Hundrað ár eru í ár liðin síðan Elinborg Lützen kom í verðina og framsýningin spennir yvir hennara listaligu menning frá 1940unum og frameftir. Men mótsett samtíðar starvsfeløgunum, fann hon rættiliga seint seg sjálva sum listafólk, nevniliga frá 1960. Tá hendi tað tó av heilum huga, og hennara mongu linoprent hava tryggjað henni eitt pláss millum tey allarstørstu í hennara ættarliði: Samuel Joensen-Mikines, Ruth Smith, Ingálvur av Reyni og Janus Kamban," sigur Nils Orth. "Ævintýrmyndir og landslagsmyndir við bygdahúsum eru tey mest týðandi evnini í listini hjá Elinborg Lützen. Í ævintýrmyndunum ráða hugflog, styrki og skemt, meðan landslags- og fólkalívslýsinganar eru sakligar og klassiskar – í øllum førum á yvirflatuni. Bæði myndevnini eru tó serkend av djarvari og fjølbroyttari skeritøkni, sum lyfta myndirnar inn í abstraktiónina og hoyra til modernaða list. Men á savnsveggum er tað altíð tungt hjá grafikki at kappast við málningar. Savnið hevur tískil roynt at framhevja summi verk, soleiðis at smálutir og tøkni verða meira eyðsýnd. Og tískil ber til at fara heilt nær og uppliva gandaheimin hjá Elinborg Lützen," sigur Nils Ohrt, fráfarandi stjóri í Listasavni Føroya í dag, nú framsýningin Svart-hvítur gandur við list eftir Elinborg Lützen læt upp og sæst til 21. juli. HALT FRÁSTØÐU Eg ivist ikki í, at frástøða, og boðini um at halda frástøðu, fara at verða ársins orð, ikki bara her hjá okkum, men í øllum heiminum, frá Wuhan, til Havnar og heilt til Hollywood. Men korona og kovid hava stongt allar biografar í verðini, so miðaldrandi franska stjørnan, Juliette Binoche, aldri møtir unga mannliga mótleikaranum aðra staðni enn á Facebook. Tað fekk ein av heimsins kendastu filmsummælarum, Peter Bradshaw á The Guardian, at knýta franska filmin frá í fjør, til dagsins veruleika í øllum heiminum í ár. Fyrsta orðið í ummælinum var: Social-distancing. Koronakreppan stongdi biografin og nú bíða vit bara eftir, at latið verður upp og vit aftur sleppa at njóta film í felag. Í Danmark hevur verið sagt at 8. juni kunnu biografar sleppa at vísa film aftur, men undir so strongum eftirlitið, at ivasamt er, um tað loysir seg, tí kravið um frástøðu er so stórt. Ímeðan kunnu vit lesa um tvær komandi amerikanskar sjónvarpsrøðir, sum báðar spæla sær við íkomnu støðuna við at halda frástøðu, ella sum Wim Wenders segði Faraway, so close . Tað er Jenji Kohan, sum fyrr hevur gjørt nýskapandi kvinnurøðirnar Weeds og Orange is the New Black , ið nú fer at gera Social Distance - The Series , har bæð innihald og framleiðsla eru í fjarstøðu. Røðin sæst á Netflix tá hon er liðug. Ein onnur sjónvarpsrøð, sum longu sæst á Freeform hjá Disney í august, er Love in the Time of Corona , ið Joanna Johnson stendur fyri. Hon hevur fyrr gjørt Good Trouble  og The Fosters . Tíðindatænastan hjá Golden Globe Awards er í dag í iva um, hvørt áskoðarin er til reiðar at síggja so sosialrealistiskar sjónvarpsrøðir sum hesar. Men kanska er best at sleppa at grína mitt í íkomnu heimsheilsukreppuni, sum ger frástøðu neyðuga: Eg meldi pass! Hetta er ikki ein bloggaður tanki um eina bypass operatión av hjartaliga slagnum í Ríkissjúkrahúsinum. Gudhjálpitúmær, nei. Heldur er hetta ein undrandi tanki um, hvussu tað man bera til, at meðan vit hava tveir føroyskt valdar fólkatingslimir, sum báðir eru slopnir so hundraðprosent at mynda formanasskapin í eini fjúrtanpersóna ríkisdelegatión við fimm tænastuskrivarum at ansa eftir Arktis, so eru vit Føroyar, vi Færøerne, aldri meira bypassed enn tað sama. Bypassed í týdninginum forbígingin og so púrasta sett út av spælinum. Umframt, hava vit eisini ein føroyskan fríyrkis journalist á sama útlendska tingi, at siga okkum frá gongdini í fjarlagda ríkinum. Ein undrast, hvar Føroyar eru í heimsmyndini nú, og fyri sovítt eisini seinastu mongu árini, har einki er gjørt við loftrúmið, sum kundi havt verið føroyskt fyri áratíggjum síðan, men enn hendir einki, og útlitini, hóast góðu umboðanina á fyrstu parkett, eru verri enn nakrantíð. Er eingin annar, ið undrast yvir ríkisleiklutin Føroyar í dag? Sanni kostnaðurin í klædnaídnaðinum Guðrun Rógvadóttir í Filmsfelagnum Umhvørvisvika er í Tórshavnar kommunu og Súsanna Sondum, sum er samskipari hjá Tórshavnar kommunu, hevur sett seg í samband við Filmsfelagið at vísa filmin The True Cost í Havnar Bio. Súsanna hevur fingið Guðrun Rógvadóttir frá Guðrun & Guðrun at innleiða filmin, tí hann snýr seg um altjóða klædnaídnaðin og hvussu viðurskiftini eru har, ið størsta kapping er at sleppa at seyma fyri kendu heimsmerkini, sum selja skundmóta fyri ein bíligan penga á okkara leiðum. Guðrun innleiddi mikudagsfilmin í Filmsfelagnum 8/5 við hesum orðum: The True Cost er ein dokumentarfilmur, sum kannar ta ávirkan, móti hevur fyri fólk og klótu. Filmurin vísir á, at prísmerkini á klæðunum goyma menniskjaliga og umhvørvisliga kostnaðin av framleiðslu av skjótum móta. Onkur vil siga at filmurin er ov heilagur - at hann tekur partí við teimum fátøku. Eg eri samd við teimum, sum siga at endamálið við filminum er, at fáa hyggjaran at opna eyguni fyri tí troyting, sum mótavinnan skapar, og vónin er at skapa eina størri vitan, ið fær okkum at taka betri val. Onkur heldur eisini, at filmurin er ov dapur og ikki vísir nakra vón fyri framman, men har verður í roynd og veru víst á mótavirki, sum arbeiða øðrvísi. Lucy Siegle, frá BBC og The Guardian, var í Føroyum at siga frá um Stjørnutroyggjuna hjá Guðrun & Guðrun, tá The Killing var frammi Lucy Siegle , sum er við í filminum The True Cost, hevur leingi sett spurnartekin við framleiðsluháttin hjá mótavinnuni. Hon er vertur á The One Show á BBC, sum snýr seg um etiskan livihátt, og hon skrivar eisini fyri The Guardian. Hon hevur skrivað nógvar bøkur um evnið - m.a. To Die For , har hon greinar fylgjurnar av at brúka ymiskar rávørur. Hon hevur júst skrivað eina nýggja bók, Turning the Tide on Plastics . Lucy Siegle var í Føroyum fyri The Guardian at gera eina søgu um Guðrun & Guðrun, tá The Killing var upp á tað hægsta. Hon var í Koltri og hon svam við okkum í Hoyvík, og vit blivu øgiliga væl. Hon var hugtikin av hvussu vit arbeiddu - og hevur ofta brúkt okkum sum dømi um ein annarleiðis og meira burðardyggan hátt at framleiða upp á. Síðan hava vit í fleiri førum brúkt hana, tá vit hava skipað fyri mini-ráðstevnum á messum og í pop-up handlum, har vit hava givið pep-talks til tilvitaðar forbrúkarar og tíðindafólk. Um filmurin um ikki annað kann fáa okkum at seta spurnartekin við okkara nýtslu og vanar, er okkurt komið burturúr. Eg eri sannførd um, at vit sum brúkarar hava valdið til at broyta. Okkara felags sjálvstilvit kann føra til veruligar broytingar og noyða framleiðarar at arbeiða annarleiðis. Einans um vit tálma nýtsluni, keypa betri góðsku og ansa betri eftir tí vit keypa, kunnu vit skapa broyting. Onkur vil siga at tað er ov torført at vita nokk um klæðini, tú keypir. Men ein meginregla kann vera, at um ein t-shirt kostar 20 ella 50 kr., so er okkurt galið. Vanlukkan í Rana Plaza í Bangladesh í 2013 fekk okkum ikki at broyta okkara keypsmynstur. Tað var ov langt vekk og vit vóru deiliga óvitandi um, hvar tey klæði vit keyptu, vóru framleidd. Nýliga hava dømi verið um, at arbeiðsfólk tosa opið um teirra søgu. Eg trúgvi, tað ger størri mun, tá vit síggja arbeiðsfólk við einari Zara ella H&M troyggju í hondini og siga, at hesa framleiddi eg, men eg fekk onga løn. Kanska hevur tú sæð júst hesa troyggjuna í H&M, ella kanska eigur tú enntá eina slíka troyggju - og trupuleikin kemur eitt sindur nærri. Mótmælisfólk úr klædnaídnaðinum í Kambodja Børnini hjá okkum mugu blíva vaksin sum skjótast, tí tey eru okkara besta vón. Tey mugu taka róðrið og fáa okkum aftur á rætta leið. Tí tey hugsa annarleiðis. Og tey hugsa um okkara klótu sum tann sjúki, sum kann doyggja í morgin, um einki verður gjørt. Tey eru eisini til reiðar at velja frá. Mín yngsti sonur sigur, at hann ikki skal hava ein bil, fyrr enn hann kann keypa ein el-bil. Eg haldi at filmurin The True Cost skuldi verið vístur í øllum 6. flokkum - áðrenn tey byrja at nýta - ella misnýta. Gott filmskvøld. Finka byggir brúgv Marjun Ziskason, Marianna Skarðenni Poulsen og Gunvá Magnussen Í dag er læraraskeið í Námi við nýggja upprunatilfarinum Finka , sum gevur móðurmálsfakinum í fólkaskúlanum nýtt flog longu í øðrum flokki. Høvundur er Marianna Skarðenni Poulsen, ið vann skúlabókakappinga, sum Nám útskrivaði í 2016, til tess at finna nýtt tilfar og fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur. Bókaheildin Finka , sum umframt lesibók fevnir um tvær arbeiðsbøkur, eina ljóð- og mállærubók og eina læraravegleiðing við ástøðisparti og vegleiðingarparti, er nú komin á marknaðin. Sissal M. Rasmussen hevur viðgjørt tilfarið lesifrøðiliga. Ritstjórarnir, sum í Námi hava varað av nýggja tilfarinum, eru Gunvá Magnussen og Marjun Ziskason. Tær báðar siga, at endamálið við Finku er at byggja brúgv millum holla ljóðarbeiðið, sum er gjørt í fyrsta flokki, og eina sjálvvirkna og meira flótandi lesing, sum væntað verður í triðja flokki. Kathrina Skarðsá hevur teknað og Anna Simonsen, sum fann uppá heitið Finka , hevur verið grafikari. Hon starvast hjá Grafia, sum hevur havt bókagerðina um hendi. Í komandi Skúlablaðnum verður greitt nærri frá um bókaheildina Finka . Í Havn smakka tey ikki mun á bankatoski og øðrum fiski Regin Winther Poulsen, sum er journalistur hjá Al Jazeera í New York, hevur í dag grein í heiðurskrýndu bretsku avísini The Guardian um føroyska bankatoskin, sum hvarv, og hvat føroyskir lyklapersónar halda um júst henda toskin, hvat hann var eyðkendur fyri, og hví hann mundi hvørva. Ein sjáldsama frálík grein, sum við nærlagni førir okkum út í markleysu verð við okkara bestu vøru, uttan at stranda í donskum jabbaríi úr koloniunum, sum vit altíð enda í, tá ein av móðurlandsins synum, helst nýútbúgvin, verður sendur at vitja og rapportera, sum var tað av einum hermóti, har bara reyvin av fimtu división var at finna.  Í so máta er faktamettaða og rapporterandi greinin í The Guardian eitt risa framstig. Flott! Á Facebook hava longu fleiri funnið yndissetningar í greinini. Sjálvur haldi eg, at mest áhugaverdi og avbjóðandi setningur okkum til innvortis tykt og læru, er setningurin frá skiparanum í Klaksvík. Lukkutíð mótsigur meistarakokkurin úr Suðuroy, sum býr i Havn, hesum høpisleysa pástandi í somu grein.  So leingi okkara egna vinnuliga føðiketa er so lítið ment og hartil visiónsleys, er lítið at gera við mest raffineraða partin í føroysku fiskivinnuni, bankatoskin.  Tað er trupuleiki nummar eitt, at skiparar í fiskivinnuhøvuðsstaðnum hava so lítla virðing fyri teirra egnu veiðu og marknaðarprodukti.  Hetta er ein greið avleiðing av, at einki gastronomiskt matstovutilboð er í norðurøkinum, og enn minni nakar sjónligur lokalpolitiskur vilji at stuðla upp undir, at fiskur í minsta lagi verður borðreiddur virðiliga, og helst á hægsta gastronomiska stigi, við teirri søgu, sum útflutningsvinnan hevur sitið á í hundrað ár og meir.  Enn bíði eg eftir, at fiskivinnuhøvuðsstaðurin skrivar seg inn á altjóða matstovukortið við einari væl undirbygdari fiskamatstovu, ið eisini kann leggja innihald í partapolitiska lokalprátið, sum onkuntíð springur upp sum bollamjólk av grynnu, at ein kokkaútbúgving skal fastbindast til fiskivinnuhøvuðsstaðin.  Skal arbeiðarin nú ikki sleppa at hyggja eftir filmi? Las hasa greinina í Politiken , tá hon kom út fyri jól. Ætlaði at svara einum, sum postaði hana á Facebook um dagarnar, men tað bleiv til ein blogg í staðin, tí hon er enn líka áhugaverd, greinin. Ikki minst tí, at tey rættindi, sum arbeiðarin hevur strítt seg fram til í hálva øld, millum annað at hava ráð til at ferðast við flúgvara einaferð um árið og at fáa sær teldu og kunna brúka øll tey nettilboð, sum áður ikki stóðu arbeiðaranum í boði - at leiga íbúðir, hoyra tónleik og síggja film fyri egna rokning - nú tykjast verða skúgvað til viks. Arbeiðarin skal fáa ringa samvitsku bara hann hyggur eftir Airbnb, sum ikki er pettið annarleiðis enn virðiliga Bed and Breakfast, og kanska sjálv umhugsar at leiga út gjøgnum Airbnb á netinum, ta stuttu tíð tað ber til hjá henni, arbeiðaranum. Og so at hyggja eftir spanskum filmi, sum aldri kemur í heimligu biografarnar og lurta eftir russiskum tónleiki, sum eingin føroyskur plátuhandil nakrantíð hevur havt á hillunum og enn minni syft um diskin, og á hesum sinni ikki eitt orð um útlendsk yrkingasøvn, sum aldri hava verið at fingið í bókaformi í landinum. Arbeiðarin, tað er trongdi brúkarin, hevur aldri havt betri kor enn nú netið er ment - enntá við fipurkápli, hevur tú ráðini. Meðan eg síggi rustikustar liggja á firðinum og osa, og hoyri um aðrar rustikustar, kanska í somu ørindum, liggja og larma, so arbeiðarin ikki fær sovið, so smakkar mær henda skeivtvenda reinsilsisgongd sera illa. Skal arbeiðarin forsaka alla hesa teknologisku vælferð, sum internetið hevur vælsignað okkum við, so skulu allir handlar í Føroyum fara at selja akkurát tann tónleik og tey yrkingasøvn eg vil hava, og biografarnir, teir eru tveir, vísa akkurát teir filmar, eg vil hava og tað í stundini meðan teir enn eru aktuellir og umrøddir í pressuni, sum eg eisini skal kunnna keypa fesktprentaða í nærmastu blaðkiosk, Frankfurter Allgemeine, The Guardian og Sermitsiaq. Og so skulu ljóð- og luftdálkandi rustikustarnir burtur úr føroyskum sjóøki, og Norrøna skal sigla við reinari olju, og eingin við skitnari drívmegi skal inn á okkara øki, og streymurin frá SEV skal eisini reinskast til hús og bilar. Tá vit koma hartil, fari eg at umhugsa at sløkkja telduna og sambandið við stroymaðar filmar. Tí tá fer mær ikki at tørvast tað. Eg kann bara fara útum og ganga oman í biografin og loysa bilett til nýggjastu sýningar, og tað í felag við onnur. Meðan utopiski tankin um einar framtíðarreinskaðar Føroyar rennur tollfríur fram fyri meg í kinesiska elbussinum, tendrar enn ein persónur megafonina at mótmæla í gpunktinum undir løgtingshúsinum. Mótmælið er skrivað á teldu og prenta út á klorbleikt pappír meðan bilurin bíðar á parkeringsplássinum, sum er so stórt, at einki pláss er fyri staðbundnari frítíðarmentan hjá arbeiðaranum, ið hevur borið hetta samfelag so langt fram, sum tað vituliga er komið. Arbeiðarin er við at missa hevdvunnin rættindi og praktiskar møguleikar, sum bara yvirstættin hevði ráðini til fyri hálvari øld síðan. Hvør knúskandi mótstættin er í dag, veit eg ikki. Og kanska eru tað ørindini hjá kapitalinum. At fokka alt upp, so eingin veit. Í meðan osar flotin. Orð sum spegilsmynd Gestabloggari: Tóra við Keldu, forkvinna í Megd Summi halda, at vit skulu hava frælsi at orða okkum frítt. Hesi somu rulla eygu eftir tí, vit kalla „politiskt rættur málburður”, tí tey halda, at hugtakið avmarkar málburð og gerðir. Tað skal, halda tey, vera í lagi at háða, niðra, steingja úti ella skaða fólk einfalt vegna teirra veran. Avbjóðingin er, at tá ið vit uppliva at verða sett í bás ella deild upp í bólkar, kenna vit okkum ikki altíð aftur. Hetta er viðkomandi, tí hóast vit ikki kenna okkum aftur, so ávirkar hetta okkum. Orð hava megi, tey skapa veruleika. Tey ávirka almennan hugburð, og hvussu vit uppliva okkum sjálvi og onnur. Bretski journalisturin, Catlin Moran, hevur sagt, at fólk, vit eru saman við, eru eins og spegl. Vit síggja okkara egnu spegilsmynd í eygum teirra. Um speglið er í lagi, síggja vit okkara sonnu spegilsmynd. Soleiðis læra vit at síggja og kenna, hvørji vit eru. Speglini eru ymisk, og tað er sjálvt „aftursvarið” okkum tørvar. Víðari sigur hon, at onkuntíð uppliva vit, at speglið er brotið, knekkað ella oyðilagt, og tá vísir speglið ikki sonnu myndina. Men hóast myndin er ósonn og oyðiløgd, fara vit at trúgva henni. Eins og eyguni eru spegl, so kunnu orðini vera tað. Ekstrablaðið valdi í vikuskiftinum at avspegla ein av Føroya fremstu fótbóltsleikarum við yvirskriftini: „Se målene: Klumpfod sørgede for fest.” Sama gjørdu aðrir miðlar. Summi siga, at hetta er fínasta slag, og bara ein annar máti at siga eina sólskinssøgu. Men hví nýta eyknevni? Eyknevnið ger, at speglið er brotið, knekkað og oyðilagt og líkist neyvan mongu viðurkennandi speglunum, sum fótbóltsleikarin Klæmint Olsen hevur møtt á lívsleiðini. Tíbetur. Orð hava megi, tí skulu vit nýta tey við umhugsni. Vit eiga at spyrja um tað, vit nú fara at siga ella skriva, er væl undirbygt ella ikki. Hvørja ávirkan fara orðini at hava - á tann, eg sigi tað um og onnur. Í hesum førinum er tað speglið, ella orðini, sum er trupulleikin, og ikki leikarin. Men um hetta verður gjørt nóg ofta, broytir hetta vanligan hugburð og verður góðtikið av meirilutanum, hóast orðingin er niðrandi. Orðingin fer eisini at verða brúkt um onnur enn Klæmint. Caitlin Moran vil vera við, at fólk, sum vit eru saman við, hava ávirkan á, hvussu vit síggja okkum sjálvi. Tí kann tað eisini kennast løgið, tá ið fólk síggja okkum øðrvísi, enn vit sjálvi gera. Hóast fólk í vesturheiminum meira enn nakrantíð tosa um at góðtaka hvønn annan, sum vit eru, og um persónliga frælsið – frælsi og rættin at vera tann vit eru – so vilja summi halda fast um frælsi at orða seg, sum tey ætla sær, hóast tað skaðar onnur. Eitt og hvørt frælsi virkar við ábyrgd fyri næstanum sum avmarking. Tóra við Keldu, forkvinna í Megd Kvalifiserað spæligleði Útilívið í Havn er aftur sett á skrá og lív er komið í býin. Leygarkvøldið varð lýst við Outlaw Country konsert í Reinsarínum, upprunaliga undir avmarkaðu tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum um ikki at tyrpast, men so varð latið upp og linkað um tilmælini, so fleiri konsertir vóru og tað fyri fullum húsum hvørja ferð. Og tað var ikki hissini konsert. Framúr solistar, hvør í sínum lagi. Vit kenna teir flestu, men Mattias Kapnas, Høgna Lisberg og Daniu Tausen havi eg ikki hoyrt fyrr í hesum stílistiska høpi.  Hallur legið fyri við Nobody Wins, hvørs upphavsmaður, Kris Kristofferson, sjálvur var inni her fyri stuttari tíð síðan, og mundi siglt av verðini. Kapnas stendur tó klárastur í minninum, tá eg murrandi fari út aftur við Last Date hjá Floyd Cramer á varrunum. Løtan stóð still, tá Mattias við inniligum punktueringum og sálfullari presisión leveraði stigvíst glíðandi lagið, sum defineraði The Nashville Sound og skapti baksýnið, sum allir stórir countryartistar sólaðu sær í, tann tíð tað var. Ein gimsteinur, tikin úr tíðini og borin fram fyri eini koronaloystari fjøld mitt í Havn. Fantastiskt at sleppa út. Fantastiskt at sleppa á konsert.  Skráin var sett saman, so vit inn í millum hoyrdu nýtt frá Daniu og Benjamin, Son of Fortune, sum var kapellmeistari. Tað riggaði framúr væl og gav feel good konsertini gott perspektiv, so tað ikki bara vóru meistarligar tulkingar av tøkuløgum, har allir solistar sluppu framat, hvør við sínum ljóðføri. Bassurin, sum var stoiskur og elegantur, overlooking the plain, kundi møguliga fingið størri egið spælirúm, eftirsum allir hinir sluppu at brilljera, so tú í løtum ikki trúði tínum egnu oyrum. Til dømis drivið í trummunum, sum alla tíðina eru í gongd og byggja upp og niður og skapa eina egna rødd í fantastiska væl samanspælda orkestrinum. Kanska hugsaði eg Gene Krupa við swing eina løtu. Her er setlistin hjá kapellmeistaranum: Story telling, at siga søgur í einum avmáldum sangi á plátu, er karmurin um hevdina. Haldi ikki, at nøkur tónleikasjangra er so bundin av søguspinnandi tráðnum, story telling, sum henda.  Fyrsti, at lyfta fram søgurnar, var Sámal, sum fyri sín part legði út við sosialt indigneraða sanginum hjá Woody Guthrie um stóra fuglin, sum einaferð skal rykkja okkum burtur, Deportee (Plane Wreck at Los Gatos), og sum tú ikki kanst annað enn fella eitt tár yvir, tá tú koyrir biltúr í Salinas og gjøgnum Valley of the World, meðan meksikanarar taka upp kál og arbeiðsformaðurin stendur við bussin. Einki er broytt síðan Steinbeck’sa tíð. Einki er ævigari enn stættarsamfelagið. Tað er konstanturin í okkara mentan og samfelagsskipan. Takk fyri áminningina, sum helst liggur djúpast grivin akkurát í hesum sangi. Á evsta degi eru vit øll Deportees.   So gekk tað slag í slag.  Tá Dania sang Midnight Special saman við Sámali, var tað sum loftið lyftið seg og vit vóru flutt inn í eitt tempul av tí halgara slagnum í Eysturoynni, so ektaður og sannførandi var himmalski sangurin, fylgispælið og alt sjovið av senuni. Kanska var tað bara tá ið øll sungu The Weight, at tey skoraðu fleiri stikk, og fólk spontant gjørdu high five á loftinum í Reinsarínum. The Band var serstakliga væl tulkað hetta kvøldið, eins og villi stílsikri gittarin hjá Benjamin, sum í løtum var eitt bland av Stevie Ray Vaughn og Lynyrd Skynrd - og so aftur til hin garrvilla Hank Williams yngra við A Country Boy Can Survive. Ektað outlaw. Eftir lokna konsert, og so nógvan fagnað, at ikki hugsingur var um at gevast, vóru væluppløgdu eykaløgini Good Hearted Woman hjá Waylon og Willie, og Fagra blóma hjá Pól F. Og betri sloyfu um hesa heilt serstaku koronukonsert kundi eg ikki hugsað mær.  Benjamin hevði longu dagin fyri gjørt vart við seg í Vikuskiftissendingini í Útvarpinum sum higartil besti tulkari av júst hesum sama outlaw sanginum, og Fagra Blóma hevur eina heilt serliga søgu í føroyskum countryhøpi.  Upphavið til søguna er danski útvarpsverturin, sangarin og cajun kokkurin, Peter Abrahamsen, sum miðskeiðis í nítiárunum arbeiddi saman við kórinum Glymi um upprunaføroyska tekstin, donsku týðingina, og so fremmanda Fred Rose sangin Blue Eyes Crying in the Rain, sum fyrstu ferð er skrásettur í 1947 og Willie Nelson gjørdi kendan í 1975.  Eftir at hava sungið við á Vaglinum á ólavsøku fyrr í nítiárunum, gjørdist Peter Abrahamsen sannførdur um, at eingin í Nashville kann hava skrivað Blue Eyes Crying in the Rain, uttan at hava kent føroyska tekstin hjá Pól F um Fagru Blómu frá 1921.  - Fred Rose, sum grundaði Nashville forlagið Acuff-Rose í 1942, má hava lisið Pól F, sum onkur hevur týtt fyri honum, tí innihaldið, tónin og orðavalið er hitt sama, sigur ein sannførdur Abrahamsen til denna dag.  Søgan er góð, og í dag eigur Sony sangforlagið, ið varð grundarsteinurin undir tónleikaídnaðinum í Nashville. Tí var hesin sangurin hin ultimativt besti at enda eina føroyska country konsert við. Og ikki var tað sørt at fólk sungu við eisini. Eitt gott kvøld við eini framúr konsert eftir drúgvan koronastongsil var komið at enda. Nú var tað BláBarr. Við livandi tónleiki er býurin aftur opin. Havnin livir. Og tú við henni. Soul food av Bankanum Í grannahúsinum hjá Hammershaimb borðreiður Teitur Christensen við nýveiddum bankatoski, sum í hesum døgum fæst á førandi matstovunum í Havn. Teitur er høvuðskokkur á fiskamatstovuni Barbara Fish House. Høvuðsrætturin er stoktur bankatoskur við pil pil, sufrito og epli í mojosós. Heimligt og tó fult av sál, altjóða par excellence, ikki minst við Chablis afturvið. Rætturin frammanundan er tó krokettir úr saltfiski, brandada, og saltað og roykt rogn, sum eg ikki havi smakkað fyrr. Framúr og væl sett saman við reyðleyki og súrróma. Óvantað eksotiskt, hóast heimligt. So koma kjálkar í salsa við rognum av rognkelsí við royktum granni omaná í høgru hond hjá John. Raffinerað í smakkinum. Í hinari hondini hevur John høgguslokk í paella rísi væl kryddaður við kili, av Bankanum. Í avmálda køkinum á Barbara Fish House er spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer, tá matgjørt verður í ein fart, tí kundin bíðar. Her eru nakrar myndir frá hóskvøldinum.  Og so er tað tað, hvør hevur heiðurin á matstovuni í kvøld, nú øll skulu standa fyri eini mynd í køkinum. Eftir einari løtu eru øll samd um, at Karla frá Hanstholm skal hava heiðursplássið. Móðurmálsdagin er neyvan nakað betri høvið, enn at gera sær ørindi inn í grannahúsini hjá Hammershaimb at smakka bankatosk. Og kanska smakkar orðið bankatoskur í ár av eini væl upplagdari roynd at gerast ársins orð. So er í hvussu er lagt upp úr grýtuni. Og her er hann, meistarin yvir borðiskunum í kvøld, við nýuppløgdu Norðuratlantisku primavøruni av Bankanum, From Our Fjords er heitið á matseðilinum.Tað eg veit, hevur bankatoskur á matstovum í Havn aldri fingið so nógva umrøðu sum beint nú. Samstundis sum tað longu fyrradagin varð útselt til onkra av borðreiðingunum við bankatoski í Havn, hava avreiðingartøl, uppboðssøluprísir og investigativi spurningurin, um nakar í vinnuni fær onnur rættindi enn annar, og harvið kundi gera sær dalt av eini møguliga ráðandi støðu á fiskamarknaðinum, tá fiskur varð handlaður í gjár, verið evnið í útvarpstíðindunum. Tað havi eg ikki hoyrt fyrr.Nú hevur Kringvarpið staðfest at matstovuvinnan rindar eins nógv og onnur fyri hvørt kilo av fiski, seksogtjúgu krónur í gjár. Framman undan er eisini staðfest, at matstovuvinnan fær hvørki avsláttur ella egið innflutningsloyvi, men má rinda eins nógv og privat fyri hvønn litur av víni. Við fiskakørini á vestaru bryggju í gjár, har Magnus Heinason legði seinastu veiðina upp, síggjast kokkaranir Janus Einar Sørensen og Teitur Christensen, hvør við sínum nýveidda bankatoski. Í bretsku sjónvarpsrøðini Remarkable Places to Eat (Outline 2020) ferðast franski matummælarin og maître d'hôtel, Fred Sirieix, til kendar býir úti í heimi, har fremstu foodies úr Bretlandi vísa honum á støð, tey halda vera tey bestu, at eta lokalan mat. Í sendingini, eg sá í vikuni, er Andrea Oliver matlistarligi fylgisneytin, sum leiðir Fred til Marrakesh í Marokko, har hon velur matstøðini og setur hann til arbeiðis. Á einum av teim trimum marokkansko matstøðunum fer hon at tosa um vanligu fatanina av soul food, sum flestu halda vera kryddaðan karibiskan mat, kanska av afrikanskum uppruna. Men tað hevur einki við tann lokalitetin at gera, sigur hon. Soul food er matur, sum ikki bara hevur eina sál úr tí staðbundnað, men eisini er kærleiksfult tilgjørdur við hjartanum, úr teim bestu rávørunum, og sum byggir á nýtulkingar og nýbrot úr siðbundnu matmentanini, hvar tú so ert tí verðini. Tað er soul food, sigur Andrea við mínum uppískoyti, og tey bæði hava ikki torført við at semjast um sonnu meiningina í soul food í sáliggerandi og ikki sørt terapeutisku matsendingunum Remarkable Places to Eat. Hvør einstakur partur er eitt meistaraverk í at ferðast, hóast tað bara er á sjónvarpsskíggjanum og við matlepanum í hondini, nú alt er koronastongt. Soul food sum tema í sjónvarpi. Framúr, fyri bæði sál og hjartað í kalda Norðuratlantshavi.Her heima í Havn eru í hesum døgum fleiri tílík støð, har tey í orðsins rætta týdningi gera soul food, fyrst og fremst úr bankatoski, men eisini úr tí, sum franski kokkurin rópar Les fruites de Mer, havsins fruktir, havsins avkast, ella bara, tað sum fekst í dag, tað sum varð lagt upp í dag, serverað við hjartanum og einum gleðiliga útvendum tænastusinni, sum eisini er siðsøguliga formidlandi við søgum av føroyska Bankanum. Tilgjørt við nærlægni og kærkeika. Tað er lokalur soul food, hvar tú so ert.Meir enn fjøruti ára gamla havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, komi í gjár av Føroyabanka fyri seinastu ferð og verður nú lagdur, ja kanska á botnin í botninum á Kaldbaksfirði at verða riv hjá kavarum at brúka. Tovleiðari var Hannipoula Olsen, fiskifrøðingur. Nú tekur nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, yvir. Kringvarpið sigur, at havrannsóknarskipið nú riggar til at fara til árligu millumlanda svartkjaftakanningarnar. Við loyvi frá Jónsveini, havnarfúta, og gestakorti frá Georg í geytini á Eystarubryggju, slapp eg í gjár út á Molan at avmynda Jákup Sverra mikumorgunin, eftir at ódn hevi herjað um alt landið og konteynarar vóru koppaðir og foknir. Georg sigur úr geytini, at vinmaðurin, Ronnie, er kokkur umborð, so tá hann fær fatur á bankatoski, er tað beint í grýtuna í fjøruti minuttir, og so kókaði ebl og smelt afturvið. Tað er ein góð máltíð. Einkult og einki fínt, soleiðis er tað.Havstovan upplýsir eftir seinasta túrin við Magnusi á Bankanum, at “aftur í ár var væl meira av toski at fáa á Føroyabanka enn seinastu vártúrarnar undantikið í fjør. Hetta var bert stórur, vælvaksin og nærum gýtandi toskur, har nógv tann størsta nøgdin varð fingin í einum støkum háli. Nógv var at fáa av hýsu, bæði stórari og smáari. Nøgdirnar av upsa vóru á sama stigi sum undanfarin ár. Nebbasild stóð í trolmeskunum á flestu trolstøðunum, og magakanningarnar vístu, at væl var etið av nebbasild,” skrivar fiskifrøðingurin, Hannepoula Olsen, sum var tovleiðari á seinasta túrinum. Ein strikumynd hjá Havstovuni vísir nøgd, tað er kilo pr. tíma, av toski, hýsu og upsa í váryvirlitstrolingunum á Landgrunninum frá 1983 til 2021. Greitt er, at toskurin beint nú hevur lyft seg væl av grafiska botninum. Pressan í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, sum hevur loftað góðu tíðindunum, visti í vikuna at siga, “at ein trolposi av toski, ið er fiskaður á Føroya Banka, verður latin upp og fiskurin rennur niður í lastina. Sum fiskurin rennur úr posanum sæst, at hann er sera væl í holdum. At síggja til stavar upptøkan frá Magnusi Heinasyni; tað er tó ikki eydnast at fáa hetta váttað. Men tað er ongin ivi um, at hetta fer at birta uppundir aftur kjakið um, hvørt Føroyar áttu at latið Føroya Banka upp aftur fyri vanligum fiskiskapi - og somuleiðis at trýst fer at verða lagt á politisku skipanina um at gera tað. Er upptøkan eftirfarandi og umboðandi, so er nógv at koma eftir á Bankanum,” siga tey úr Klaksvík í hesum døgum við einum videofilmi, sum eisini kom í Dag og Viku, sum próvførslu. Havstovan sigur nú, at hetta hálið var ikki umboðandi fyri júst lidna túrin, men bert eitt eindømi. “Hetta eina hálið gav gott og væl helvtina av toskaveiðuni allan túrin. Úrslitini fyri túrin sum heild vístu, at samanborið við seinastu umleið 15 árini var meira at fáa av toski í mars í ár.” Í hesum krossfelti hevur verið nevnt, at um so er, at Bankin verður latin upp aftur, so skulu teir skiparar og reiðarar, sum sleppa at veiða á Bankanum, umframt nautiskan kunnleika, eisini hava gastronomiska góðkenning at útinna veiðuna, sum so skal sertifiserast og bara borðreiðast á eins sertifiseraðum fiskamatstovum. Og fyri at tryggja burðardygd á hesum viðkvæma øki, skal bara lína verða loyvd at brúka á framtíðar Bankanum, har botnurin, korallini, søguliga eru rivin upp av trolum úr okkara egna flota. Størsta katastrofa í føroyskari fiskivinnusøgu, tá hugsað verður um bankatoskin og gylta borðiskin, hann kundi lent á. Hóast málið er fjart, so er tankin greiður og nærverndi. At skapa skilvís sambond millum øll liðini, sum eru í hesum partinum av fiskivinnuni, og øll móttakandi lið í gastronomisku fyrireikingunum, sum at enda elva til, at vit heima í Havn kunnu fáa feskasta tilfeingi á hin besta borðiskin - í minsta lagi ein ella tveir fastar partar av árinum, og geva hesum søgusigandi tilfeingi ein marknað, sum er attraktivur fyri ferðafólk, sum seinastu árini hava víðkað munandi um matstovumarknaðin í høvuðsstaðnum. Vinningurin hjá okkum lokalu er, at vit enduruppfinna okkara egnu gastronomisku søgu, ja heilt aftur til salfiskatíðina, sum hóast hópin av skúlabókum og kókibókum er sjáldsama illa lýst í føroyskari søgu, katólska saltfiskatíðin, sum fylgir kirkjuárinum. Undir mínum góma er einki støðið fyri føroyskum soul food so gott, sum nýveiddur toskur av Føroya Banka, borðreiddur við nærlægni og kærleika og einum hóskandi skamti av saltfiskasøgu úr katólsku londunum afturvið. Og ikki at gloyma einum úrvaldum glasi av Chablis frá Joseph Drouhin í Bourgogne afturvið. So hava vit parað okkara soul food.At eta bankatosk er ikki bara endin á einari epoku við royndarveiðu og ein hissini máltíð upp undir páskir í Havn. Aftureftirlítandi, hevur fyrileytarleysi trolflotin lagt Bankan oydnan og mest sum lívssøran, men lítandi frameftir, eru nú tekin um, at toskurin, ið er verifiseraður sum serstakur fyri økið, um at koma fyri seg. Tí er tað ikki bara ein máltíð, men í eins stóran mun eitt statement um atgongd til tað besta av okkara egna tilfeingi, har úrslitið er, at hin svangi keyparin í Havn og úti um landið fær bankatosk undir góman. Hann er so milt mjúkur at tað ikki gevur meining at tosa um at fáa undir tonna. Tað er heldur undir góman, so mjúk er rætta upplivingin av hvítum feskum bankatoski anno 2021, antin hann so er hart stoktur ella lint kókaður. Tað er ikki at taka feil av, at tað er soul food av bankanum. Og tað er í Havn beint nú. Úrslitið av seinastu yvirlitstrolingini hjá havransóknarskipinum, Magnusi Heinasyni, kann smakkast í best umtóktu matstovuni, Áarstovu, á fiskamatstovuni Barbara Fish House, í Húsagarði, sum er matstovan á Hotell Brandan og í Hallartúni, sum er matstovan við tí góða útsýninum, á Hotell Hilton. Her síggjast Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg flakaskera saman við kokkunum, eftir at Magnus Heimason hevði lagt upp ta seinastu veiðuna.Ikki tí, heimliga kokkakynstrið kann eisini dyrkast móðurmálsdagin í egnari rytmu. Til dømis úr Hjallinum í Miklagarði, har toskur fast fyri 130 krónur og saltfiskur fyri 160 krónur kilo, ið er tað sama sum kravt verður fyri havtaskusporl. Umframt fáast hvønn dag kjálkar, turt kjøt, turr grind, spik, laksur og sild. Tey, sum hvørki rógva út ella hava seyð í haga, mugu sanna, at vit liva í einum tilfeingismiðdepli, har ikki er langt til góðu rávøruna.Úr rúgvuni við páskatilboðum hesa vikuna taka vit, við loyvi frá yrkjaranum, samanum henda matblogg um tosk á Bankanum við eini yrking hjá Jóanesi Nielsen úr savninum “rakkaljóð” (Sprotin 2020). Undir yvirskriftini “ókendir dagar” letur yrkjarin seg inspirera av Bankarennuni og tí stórbæra veruleika, at ikki minni enn tvær milliónir kubikkmetrar av sjógvi, tað er tvær ferðir innihaldið í øllum heimsins áum, renna gjøgnum Bankarennuna um sekundið. ókendir dagar beinagrindin er trúføst rekst ikki úti um náttina dreymanna borgir dust frá smildraðum fongslum í degningini eyðleiði eg skipaferðsluna oman og niðan eftir fjørðinum toppljósini hvít sum flykrur undan stjørnum síggi farmaskip lastað við fruktum sum karga jørðildið norðuri á 62 sýtir okkum at dyrka onnur lastað við stáli og portursdurum inn í ókendar dagar taki móti endanum tá tú leggur at bryggju skipar upp tíni lítillátnu ynskir mín aldagamli havnabýur passaliga svinnur júst sum tú í havnargøtum summi skip koma uttan av teimum trároyndu grunnunum anga av bládjúpu bankarennuni hvørt einasta sekund reka umleið tvær milliónir rúmmetrar av gróðrarríkum sjógvi hastiliga gjøgnum rennuna størri nøgd enn samanlagdi streymurin úr øllum heimsins áarósum kanska framkomin filmstøkni onkun dagin megnar at avmynda rennuna ímeðan droymi eg um hetta mikla kvið sum er fortreytin fyri støðugari føðslu og hita kring oyggjarnar undirgrundin er landsins ánari vit eru bert festarar í einum norðatlantiskum undirsjóarríki ið áleggur okkum at fara væl um søltu teigarnar taraskrýddu gloprini og at ansa teimum meiddu korallborgunum hvørt dekksfar úti á miðunum hvør kvinna og hvør einasti maður ið forvinnur sær eyð í fiskivinnuni er í breyði bankarennunnar mín vakra unnusta hóast tín kviður ikki telist millum teir stóru ósarnar elski eg hvørt driv innan úr tær   havi altíð verið veiðari og vítt er útsýnið úr smildraðum fongslum eg veiði við meskum knýttum úr særdum nervum veiði dagligt breyð og skavi spønir úr misskiljingum veiði norðurlendskt tunglyndi elski døkku perlurnar sum skyggja í sortanum eg veiði grundgevingar fyri andstøðu heiður við mikrofonina 1 mai havi drigið upp á meg háð & spott og tey herindi sum grógva úr allari leitan hvussu skuldi eg fáa samband við títt kvæma sinni tú sum er mynda úr tí tilfari sum einaferð langtsíðani fløddi inn á hellurnar eg veiði í teirri svidnu luftini sum brádliga festir í skróvturrar firvaldsveingir veiði har ivin hevur fest røtur kanska vakni eg onkran morgunin við sælum korallborgaranga í nasunum   dreymanna borgir úr gyltum støvi blóðið dukar millum lyktapelahjørtini óttist tann dagin ræðsluslignir fuglar fara at kroka í gongini og fotografiini á stovubróstinum skera í saltan grát sálarinnar seiggj ríkar gróðurin fínligu røturnar fleiri í tali enn bitlarnir vindurin & ljósið bera okkum á tíðarinnar morgni gjørdi sálin landgongd nú tykist tað sum tráar hon suður aftur í bankarennuna   tá skipini krøkja seg í bryggjukantin reyðmánin dregur í vøtnini og kvøldið er alt ov myrkt veit eg at tú passaliga svinn ert á veg til húsa(Jóanes Nielsen 2020) Nýggjur stjóri á føroyska tjóðsavninum Listasavn Føroya fekk nýggjan stjóra herfyri. Nú er kunngjørt, at tað verður danska Karina Lykke Grand, sum tekur við 1. august, tá hon avloysir danska Nils Orth. Sum einasti miðil í landinum visti VP at siga hesi tíðindi longu fríggjadagin 1. mars, og tað beint frá kelduni, sum er formaðurin í stýrinum: ”Stjórin er settur, men øll eru ikki kunnað enn, og tí fær formaðurin í stýrinum fyri Listasavnið, Niels Christian Nolsøe, ikki sagt enn, hvør nýggi stjórin er. Hann sigur tó, at tá umsóknarfreistin var farin 31. januar vóru 12 umsóknir komnar, og størri parturin var frá fólki, sum ikki eru búsitandi í Føroyum. Nils Ohrt hevur verið stjóri í Listasavni Føroya síðani 2011.” Soleiðis skrivaði VP triðsíðsta fríggjadag. Kvinnur, og eingin maður, vóru til samrøðu um starvið. Orsøkin til at forvitnið bráddliga breiddi seg var, at kvøldið fyri hevði ein av vrakaðu umsøkjarunum gjørt vart við seg á Facebook við hesum orðum: ”Gott kvøld, kæru vinir. Í staðin fyri at siga hetta seksoghálvfjers ferðir, so skrivi eg tað bara her: Eg fekk ikki starvið sum stjóri i Listasavni Føroya. Tað eri eg ómetaliga kedd um - hetta var fjórðu og síðstu ferð eg søkti, so talan er næstan um ein lívsdreym, ið eg nú má staðfesta ikki fer at bera á mál. Tað er mær tó ein uggi og avkláring, at eg ikki haldi, at eg kundi havt gjørt nakað betri í tilgongdini viðv. umsókn, samrøðu osfr, tað gekk væl og tí má mann rokna við, at setti stjórin bara hevur verið tað betur; - henni ella honum verður ynskt bestu eydnu við at fáa okkara Listasavn up to date.” Orðini á Facebook fingu so nógvar viðmerkingar og likes, at tey fingu meg ikki bara at hugsa um, men at staðfesta, at fremsti miðil av kunnandi, tíðindaberandi og samskiftandi slagnum er so avgjørt Facebook. Fyrrverandi mentamálakvinnan skrivar til dømis: "Guvide hvat fyri unikum tey hava sett, sum koppaði teg av pinninum?" Kenslur kunnu gamaní eisini fylgja við, so samskiftið, tað er sjálv starvssetanin, verður tað reina moodboard. Eftir stendur mín persónligi spurningur, um vit framhaldandi skulu hoyra um føroyska list á donskum á føroyska tjóðsavninum? Á heimasíðuni hjá savninum verður upplýst at Listasavn Føroya er ein sjálvognarstovnur og at nevndin er mannað við fýra limum, ið umboða Føroya Landsstýri, tað er formaðurin Niels Christian Nolsøe fyrrverandi stjóri í Elektron; Listafelag Føroya, tað er Árni Winther, arkitektur; Føroysk Myndlistafólk, tað er Ingi Joensen, grafikari, og Tórshavnar Kommunu, tað er Gunvør Balle varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini. Nevndarlimirnir eru valdir fyri 4 ár og nevndin setur savnsleiðara í 5 ára skeið. 20 teir bestu norðurlendsku filmarnir Í dag er Norðurlandadagur, sum er ársdagur fyri at Helsingforssáttmálin varð undirskrivaður í finska høvuðsstaðnum í 1962. Tað er grundlógin fyri almennum norðurlendskum samstarvi. Frammanundan høvdu Norrønu Feløgini verið virkin síðan 1919. Skipað norðurlendskt samstarv kann tó skrivast heilt aftur til Kalmarsamveldið í 1397. Og í ár fyllir Norðurlendska Ráðharraráðið, Nordisk Ministerråd, 50 ár.  Meðan fólksliga norðurlendska samstarvið var spennandi fyrr, so er filmur úr Norðurlondum komin í staðin. Hann er ofta nokkso spennandi. Í hvussu er fyri mín part. Søgur við saft og kraft verða sagdar á norðurlendskum biograflørifti, bara tú fært atgongd til teir, norðurlendsku filmarnar, sum eru serstakliga tungir at flyta um grannalandamørk. Men onkuntíð hepnast.  Bara ein árlig afturvendandi norðurlendsk filmstevna er til, og hon er uttanfyri Norðurlond, í Lübeck í Týsklandi, har nýggir norðurlendskir filmar hava verið vístir í 62 ár. Nú Norðurlandadagur er, og koronastøðan ger, at biografúrvalið er lítið og einki, havi eg sett mær fyri at skriva upp nakrar av bestu norðurlendsku filmum, eg minnist meg hava sæð í biografi í Havn. Alt meðan stroymt verður og biografarnir missa bæði fótafesti og tilverugrundarlag fyri hvønn dag, sum fer. At skriva upp, hvør filmur endaliga er hin besti, er ikki sum at siga tað. Filmur er ikki ítrótt, um vit síggja burtur frá krevjandi heilafimleikinum, tá tú situr í myrkrinum og sært ein film við allari kognitivu sálarfrøðini í brúk, tilvitað ella ikki.  Filmur er bundin at løtuni og staðnum, har tú sást hann. Vildi tú síggja filmin, tí hann var nýggjur, ella vildi tú síggja hann, tí hann var týdningarmikil at síggja akkurát tá. Ella bara tí hann fekk virðisløn, ella tí hann endurgav ein bókmentaklassikara, sum eg ikki tímdi at lesa. Argumentini fyri fyrst at síggja og síðan at dáma ein film, kunnu vera mong. Fyrsti norðurlendski filmur eg havi hug at nevna henda dag, er hin svenski Den enfaldige mördaren (Hans Alfredson 1982). Hann stendur klárastur í svikafult selektiva minninum, sum týdningarmesti filmur, gjørdur í Norðurlondum og sæddur í Havn. Hann er um stættarsamfelagið, har undirstættin í formi av Sven, sum er harumyntur og hevur opnan góma, og tí verður kallaður Idioten, er uppi móti nazistiska arbeiðsgevaranum í einum tyranniskum Svøríki á bygd fyri kríggið. Men við at lesa Bíbliuna og verða vinur við einglarnar, tekur Sven maktina, samstundis sum hann fær gentuna og motorsúkluna. Afturvið Requiem hjá Verdi gongur Bíbluteksturin út. Nakað sum tá taxasjafførurin Travis Bickle ikki letur alt um seg ganga longur, ger uppreistur ruddar óhumskuna úr dálkaða stórbýarsamfelagnum, inspireraður av eini Kris Kristofferson plátu.  Velji eg Den enfaldige mördaren at verða besta norðurlendska film, so er hin danski Pelle Erobreren (Bille August 1987) ikki langt burturi, hóast hann byggir á eitt kent bókmentanarligt forlegg. Filmar, sum slaviskt fylgja ein øðrum upphavi enn listagreinini filmi, tað er bókum, so tú hoyrir pappírið skróva millum senurnar, dámar mær sjálvdan.  Á einum deildum triðaplássi eru norski En håndfull tid (Martin Asphaug 1989) og íslendski Börn náttúrunnar (Friðrik Þór Friðriksson 1991). Tveir poetiskir filmar um at síggja lívið enda, og at venda aftur til tað, sum einaferð var. Tveir filmar um tíð og at koma til sættis við, at alt hevur sína tíð. Eftir hesi høvuðsverk í norðurlendskum filmi, sum eru vald, tí eg havi sæð tey á føroyskum biograflørifti, millum annað takkað verið kommunala danska felagsskapinum Kommunefilm, fari eg at nevna hesar filmar sum teir bestu norðurlendsku, soleiðis eftir svikafult selektiva minninum, nú Norðurlandadagur er: Korparna (Jens Assur, Svøríki 2017) Breaking the Waves (Lars von Trier, Danmark 1996) Dancer in the Dark (Lars von Trier, Danmark 2000)  Jagten (Thomas Vinterberg, Danmark 2012) The Square (Ruben Östlund, Svøríki 2017) Force Majeure (Ruben Östlund, Svøríki 2014) Blind Spot (Tuva Novotny, Noreg 2018) Utøya 22. juli (Erik Poppe, Noreg 2018) Riisuminen (Lauri Törhönen, Finnland 1986) Pessi ja Illusia (Heikki Partanen, Finnland 1983) Under Sandet (Martin Zandvliet, Danmark 2015) Dronningen (May el-Toukhy, Danmark 2019) Før frosten (Michael Noer, Danmark 2018) De frigjorte (Erik Clausen, Danmark 1993) Det sjunde inseglet (Ingmar Bergman, Svøríki 1957) Thelma (Joachim Trier, Noreg 2017) Zappa (Bille August, Danmark 1983) Tá indignasjónin manglar og eingin politikari hevur áhuga Tvey heimleys húski, ella í minsta lagi partstíðarheimleys, okkara millum beint nú. Tað var uppleggið, byrjanin og karmurin um Kringvarpssendingina Hóskandi heim søkist í fjøruti minuttir í sjónvarpinum í kvøld. Takkað verið Kringvarpinum er tað ein sannroynd, at Filmsføroyar standa sterkar at filma sosiala rangsíðu akkurát so, sum hon er, rangsíðan. Sterkasta drívmegi í tílíkum heimildum, sum vit til dømis hava sæð í spælifilmi hjá Sakaris Stórá, er sosiala indignasjónin, sum bæði kann draga á tað karga og á tað poetiska. Sosiala indignasjónin er ein drívmegi, sum vil broyting, og tí áhaldandi gongur á politisku skipanina. Ein fongur fyri heimildarfilm. Men her var hvørki drívmegi ella hoyrilig politisk skipan. Vit byrja í fullum dagsljósi millum raðhús við likkum í bakljóði. So hoyra vit upp í saman um ein komandi 1. desember, tá eina húskið skal út. At so langt er fráliðið, órógvar meg. Eg vil hava styttri framleiðslutíð, ella at órógvandi tíðarfaktorar verða kliptir úr søguni. Var tað so, at jólini spældu uppímóti, so hevði afturvendandi upplýsingin effekt og orsøk. Eg vil hava tíðarrættari søgur. Her og nú. Ikki hálvt ára gamlar og eldri um átrokandi nútíðarviðurskifti. Konstateri gjøgnum sendingina, at her eru ljósar og penar myndir við føstum kamera. Allan vegin. Gjøgnumgangandi fati eg innihaldið sum upplýsing til brúkaran, serliga hin unga, sum var tað ein dannilsis-sending hjá eini rekruterandi bankaungdómsdeild. Eg leiðist við estetikkin, tí eftir forhondsumrøðuni havi eg girað meg upp til í minsta lagi ein farra av køksvask-realismu, sum fer undir húðina og vendir ranguna út á hesum vemmiliga samfelag, okkara egna, sum fer soleiðis við einligum uppihaldarum við børnum í fleirtali. Fátækraváðin er ov lítið niðurbardur í okkara sokallaða vælferðarsamfelag við besta gini-tali og samhaldsfesti. Hesi bæði seinastu viðurskifti eru heilt greitt innantóm uppáhald, sum bara kunnu brúkast í eini tíðarvilstari fyrstamaidagsrøðu. Sendingin alliérar seg í alt ov stóran mun við bankaveldið, og aksepterar støðuna akkurát so, sum hon er. Eingin politikari, heldur ikki kommunalir, verða grillaðir og hildnir til svars fyri katastrofalu íbúðarstøðuna. Verið aftur og aftur sannførdur um, at hetta er ein reklama fyri eini ungdómsdeild hjá einum av bankastovnunum. Og tað er ikki gott, tá álvarsliga evnið verður hildið fram og kunngjørt í reypi undan sendingini. Faktiskt botnvánligt, tí eg kenni meg hvørki virdan ella upplýstan, var eg í teirra støðu, sum rakt eru. Hetta er ov yvirfladiskt. So hoyra vit um hin fryntliga John, sum hevur keypt hús á bygd, og er farin at leiga kjallaran út. Hjá Joan í Hoyvík, sum eisini ætlaði at leiga út, er so hvítt og vakurt sum í dreymi, eini idéell hús at seta upp ímóti einum fuktigum kjallara, har fátækafólk búgva. Tí soleiðis veit eg, at støðan altíð hevur verið, ikki bara í Havn, men har búgva tey flestu, men út um landið alt. Hetta verður ikki gjørt í sendingini. Ístaðin fyri at fáa eina konkreta mynd av stættarsamfelagnum, flaknar søgan út og verður nøkur tóm, ella í minsta lagi linliga veik, postulat hjá ungum einligum mammum. Eg vildi givið teimum eina munandi harðari og meiri indigneraða rødd, hesum mammum. Eingin talar teirra søk. Politikaraletið og politikarafráveran er total. So total, at Sarita og omman fara út at banka á dyrnar at spyrja eftir íbúð. Miðlarnir eru einastu pallar hjá teimum, sum eru illa fyri, til dømis tá umræður íbúð, og sum kanska hava nomið við næsta stig, sum er at blíva heimleys. Hetta er veruligt. Henda veruleika klæddi sendingin seg ikki í. Tí varð hon ov tannleys og ov lítið viðkomandi. Men skúrbýirnir fingi ein undir vangan. Quick and dirty, sum Andras kallar teir. Andras er einasti forsprákari og verji hjá fólki í íbúðarneyð. Restin er no mercy, deep no mercy. 2500 eru á bíðilista. Ímeðan standa 1500 sethús tóm, Airbnb bjóðar eina rúgvu, men fyri tey, ið kyst hava heimloysið, eru ongar skjótar loysnir. Tað sigur sjálvt frelsandi talsmaðurin, Andras. Ungu mammurnar siga tað sama, sum hevur verið soviputan hjá sosialpolitikarum alla okkara tíð: “Fari eg til Danmarkar, so fái eg eina íbúð og kann halda fram at lesa.” Heldur ikki hin 76 ára gamla hevur eina hóskandi íbúð, hóast hon eigur og leingi hevur átt egin hús. Íbúðarmarknaðurin er ikki lagaður til nakran av teim tørvum, sum vit hóast alt fáa eitt varisligt innlit í. Aftur ein adressa, eitt neyðarróp um tú vilt, til politikararnar. Men tað er so eiðasørt. Sjálvt bankakvinnan sigur at politiska skipanin má vakna. Politiski parturin verður avdúkaður sum hin veikasti. Tað var ikki óvæntað, tí politiskt hevur hetta økið ikki verið raðfest yvirhøvur. Í hvussu er ein flokkur, og hann er heilt stórur og gamalsøguligur, sigur, at íbúð er eitt privatmál. Eitt mál hjá einstaklinginum. Húsahávar og íbúðaokrarar eru eisini okkara millum og hava altíð verið tað, eins og í søgunum hjá Dickens. Tað sæst sjónligast við katastrofalu Karlamagnusarbreyt í Hoyvík og er eitt lítið minniligt avrik fyri býráðspolitikkarar í høvuðsstaðnum. Nú hava somu politikarar samtykt at loyva bygging av enn fleiri skundíbúðum, sum onkur í skipanini kann lukrera uppá. Alt í skundi, sjálvandi. Tað er mammon, og ikki fólkaræði, sum situr við kommunala borðendan í Havn. Men ta dýpd hevði sendingin, ella heimildarfilmurin, ikki. Ta sannkenning má eg gita meg fram til millum annað við at lurta eftir býraðsfundi, sum er samstundis. Dekningurin av íbúðarneyðini eigur og má verða munin hvassari. Hetta var ikki nóg gott. PS! Solby Christiansdóttir, sum hevur gjørt heimildarfilmin saman við Hans Peturi Hansen, ger vart við, at umrøddi dagur er fyrsti desember í ár og ikki í fjør. Væl troffin økoterrorisma Tilgjørd mynd frá SEV, sum fer at seta vindmyllur upp á Eiði Nei, ikki hugsi eg, at tað er goodwill og samfelagssinni frá vindmyllubøndunum á Eiði, nú teir fyri einki og uttan avrokning til komandi ættarlið vilja geva lendið til SEV at seta vindmyllur á.  Liggur slett eingin mammonsdyrkan ímillum?  Minnist, at pápabeiggi mín, sum var hart ímóti útbyggingarætlanini hjá SEV av Eiðisvatni, einaferð fekk lakoniska svarið frá Eiðismonnum: "Hvat feilar tær? Vit hava eitt stórt vatn og fáa eitt enn størri. Og tú býrt í Havn!"  Hetta fyrikemur mær eitt sindur primitivt, og eg spyrji meg sjálvan, um hetta aktuella dømi er fyrsta føroyska dømið um økoterrorismu í einum skeivt útviklaðum parti av landinum.  Úr køksvindeyganum í Havn hava vit í áratíggju sæð uppá á eina vindmyllu, sum ikki hevur rørt seg. Einaferð var ætlanin at oyggin skuldi vera bæði grøn og so púra talgild eisini, minnist meg rætt. Tað havi eg ikki sæð nakað til.  Úr sama køksvindeygað sæst oman á sjóorkustøðuna, sum skuldi hita Boðanesheimið, men varð rakt av einum brimbroti. Einum. Veit ikki um hiti er komin í aftur verkið. Longur upp, uppi á vegnum, koyra elbilar, sum ikki vilja vísa sama samfelagssinni sum hinir bilistarnir, men kortini vilja koyra. Fram um alt í egnum bili, helst einum Tesla. Men betra slagið í Havn, sum koyrir í tílíkum bilum, vilja ikki rinda fyri orku, vilja ikki rinda vegskatt og vilja ikki rinda toll. Og tað er betra slagið samt við politikarum um.  Sama ósamsvar er við Fjarhitafelagnum, sum lýsir við í mínum eygum størstu lygn í Havnarsøgu, at eingin sum tey knýtir Havnina saman. Samstundis bumba tey allar vegir, og kunnu ikki finna semjur við aðrar aktørar, sum eisini bumba vegir í Havn, tí tey skulu leggja káplar niður í vegin, og tí eisini hava áhuga í at oyðileggja nýlagda vegin hjá teim pliktskyldugu dálkingarbilistum, sum við diesel og bensini gera teirra avtalaðu samfelagsskyldu - at betala vegskatt - og húsaeigarar, sum verða tvangsinnlagdir at betala orkufrossaríið hjá Hitafelagnum.  Eg haldi at hetta er blivi for vilt og hevur tørv á at verða kontrollerað í einum samfelagsligum og samhaldsførstum formi, uttan sjórænaravirksemi av nøkrum slag. Og altíð við at spyrja náttúruna fyrst. Ikki minst tá grótbrot verða bumbað og sett á kortið sum anus mundi til ævigar tíðir. Havið er eisini ein møguleiki at byggja vindmyllulundir á í okkara pinkulingalandi, sum kortini er stórhavsøki.  Ella kann tað ganga sum við Tussatindi, ið einaferð var dygst við síðuna av Føroya hægsta myllufjalli og nú er pst burt, bara av klandri. So sigur søgan. Tað er so vist og sætt. Skal eg hava sleggju við, næstu ferð eg vitji eina katólska kirkju? Í kjalarvørrinum av tveimum drúgvum heimildarfilmum um eina industriella poppstjørnu, sum almannarásirnar DR og NRK hava víst púra ókeypis inn í hvørja føroyska stovu, og í norska førinum við einum reklamuskilti í endanum fyri einum hjálparfelagsskapi, eru krøvini til miðlabrúkaran vorðin so hvøss, at nú má visuelli førleikin flyta inn í skúlarnar ájavnt við gamla maktbókstavin. Bókstavamentanin er um at hokna undir visualiseringum, sum í mínum eygum - og oyrum - eru kortsluttandi egosentriskar. Sosialu miðlarnir blíva so ágangandi, og mentanarliga frísetingin hjá týska Thomas Ziehe, sum vit, ið eru eldri, nógv eldri, vuksu upp við, er blivin eitt haft um beinini, tí øll fríseting er flutt inn á sosialu miðlarnar, sum umframt at vera ein miðsavnað pengamaskina, ið mergsýgur alt lokalt, er eitt bergljóð, eitt afturljóð, eitt ekkókamar, har vit bara hoyra og kunngera egnar meiningar, ja og so partvís meiningarnar hjá viðhaldsfólkum, treytað av at vit kenna tær frammanundan, meiningarnar. Ella verða tey slettaði, tey sum meina nakað annað enn vit. Soleiðis er tað. Vit eru um at fara longur aftur enn Luther og Gutenberg, og halda hánt um alla vitan og alla tøkni og førleikar at formidla. Sjálvsentreraðu mótpolarnir hava aldri verið meira konfliktfyltir og konfliktbornir, ja lívsendamálið hjá dagsins meiningsberarum er konfliktin í sjálvum sær. Og so at taka sær rætt, í berari sjálvshevd, at seta konfliktina á skrá. Tí eg haldi, tað skal vera so. Eg eigi paddin, eg eigi pennin, eg eigi fonina. Eisini vilsti kampanjumakarin, sum var á gáttini hjá Githu Nørby at gera eina sjeytímars portrettsamrøðu. Maktina hevur formidlarin, devulsettur ella ikki. Annað er ikki til. Sokallaður journalistikkur er vorðin ein egosentrisk framdrift av kampanjuslagnum, fyri tann, sum vil betala, ella skapa mær ein nýggjan marglætispall. Tíðindaidéologar kalla tað format. Eg kalli tað tíðarspilla. Og eg havi sæð sendingarnar um Michael Jackson. Havi eisini sæð nýggjastu heimildarfilmarnar um Ingmar Bergman, har hann verður lýstur sum...ja, sjálvt á blogginum fái eg meg ikki at siga tað...men tað fær meg ikki at brenna hansara filmar. Heldur ikki teir hjá Lars von Trier. Og so er tað tað. Tá eg ferðist til stórbýir eru katólskar kirkjur mítt yndismál. Og mín yndissangur er hann hjá George Harrison sum Phil Spector hevur produserað. Í hesum sangi sigur mystiski bitilin nøkur vælvald orð um pávan sum verðsligan maktfaktor. Ikki eitt orð um katólska pedofilihevd ella morðdømda Spector. Hvat skal eg gera, næstu ferð eg fari inn í eina katólska stórbýarkirkju? Skal eg hava sleggju við? Og fara almannarásirnar, fyrst og fremst áðurnevndu DR og NRK, at senda jólarøðuna hjá pávanum aftur í ár? Ella er hetta bara tann reina sjálvshevd hjá meiningsdannarum, ið eru í kríggj við tey, sum í løtuni eiga sangbókina hjá Jackson? Alment dannandi skúlin má taka sær um reiggj, og fara at leggja størri denta á annað enn bókstavin. Besta brunsj í býnum Eftir at hava kannað tað í eina tíð, longu fyri koronastongsilin og so aftur nú, Havnin er latin upp, er sama kafé aftur í oddinum. Besta brunsj í býnum fært tú frá Anju Sólstein í kafé Umami uttarlaga í Vágsbotni. Sama kafé hevur eisini ein krók í handlinum Borg uppi á Hálsi, dygst við mítt egna arbeiðspláss, har Total View hevur sent meg í avspákingarferiu fyri altjóða arbeiðaradagin, sum er markið millum innvinningarárið í ár og í fjør. Betri avspákingardagur kundi ikki hugsast. Nógv fólk er í kaféini, so tað tekur eina løtu, men hvør minuttur er verdur bíðitíðina, tað er sjón fyri søgn. Eitt er, at bilar kunnu bæði koyra og parkera á hesum vælsignaða teigi, sum burdi verði púra bilfríur, annað er, at har inni í sjálvum botninum standa tveir í gongd, ein hvørju megin á søguliga bryggjuplássinum, so bara ein ál er eftir til fótgangaran. Helst eru bilførarnir klárir at fara í grind, um tað skuldi brostið á. Her eigur vissuliga ikki at verða atkomuligt á øðrum hjólum enn tveyakslaðum barnavogni.  So verið eg avbrotin, tí eitt bróstabarn vil hava nakað, ið ikki stendur á middagsskránni, eg fái í hondina. Onnur fer innast í krókin og hevur barnið at brósti, hin fer út í sofuna, sum er á opna svalanum og gevur barninum. Tað várar í Havn, og tú verður heilt rørdur av tí lívi, sum sólin gevur hesa signaðu løtu.   Av kafésvalanum í Umami er sýnið beint yvir á Skipasmiðjuna, har nýfødda havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, longu er komið á tíð at fara á beding. Ein foyra er komin á eina skrúvublaðið, so framdriftin er ov larmandi. Tí er gamli Magnus Heinason farin út á Bankan, so einki tænastuslit verður, hvørki í lívfrøðiligu yvirlitskanningunum fyri Havstovuna, ella fyri trúføstu kræsnu fiskagómarnar í Havn, sum aftur kunnu njóta havsins ríkidømi av Bankanum í næstu viku í Barbara Fish House, í Húsagarði á Hotel Brandan og í Hallartúni á Hotell Hilton. Tað grør um gangandi fót, heilt av Bankanum og niðan til Hilton. Tað er ikki hent fyrr.  Í seinrapartssólskyninum møti eg meistarakokkinum, Teiti Christensen, við skeljum í spannini í bakdurinum til køkin í Barbara Fish House. Spennandi, at Havnin hevur latið upp aftur og nú er opin býur. Og so er tað parkeringsplássið. Ella er tað mentanardepil in spe? Ella bara eitt burturbumbað berg við ongum pylsuvogni og einum tanga til Nólsoyarferjuna? Livst so spyrst. Ikki eitt orð meira um tað. Nú hava bilarnir orðið Hygg, hvussu væl vit duga - So væl duga vit, at gera animatiónsfilm, sigi eg við Árna Øregaard, sum er margmiðlasmiðjur í Námi. Føroyskt allan vegin ígjøgnum! Árni hevur havt ábyrgdina av at savna - og í onkrum føri at gera - allar teir sangir, sum eru í  Barnasangbók Føroya,  so teir kunnu síggjast á YouTube við teksti og øllum. Árni hevur fingið teknaran, Allan Korsager Davidsen, at gera henda sjáldsama væl úr hondum greidda føroyska animatiónsfilmin til sangin Fimm smáar apur , sum er hin nýggjasti á YouTube-rásini hjá Námi Barnasangbók Føroya. - Serliga nógvar sýningar hava verið eftir at hesin nýggi filmur varð lagdur út, sigur Árni. Animatiónsfilmurin tekur støði í eini tekning hjá Allan, sum hann gjørdi til Barnasangbók Føroya , ið Rigmor Dam, landstýriskvinna, tók stig til. Eydna Skaale ritstjórnaði, Bókadeild Føroya Lærafelags gjørdi alt klárt og Mentamálaráðið gav bókina út í november í fjør, tá Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum. Allan eigur fleiri tekningar í barnasangbókini. Hann greiðir frá, at nýggi animatiónsfilmurin byggir á eina av tekningunum, at alt er gjørt í Photoshop, og síðani lagað til og sett saman við Adobe After Effects og Premiere Pro. Guðrun Sólja Jacobsen syngur Fimm smáar apur , upptøkan er gjørd í hølunum hjá Námi á Hoyvíksvegi 72, og fylgispælið hava Rúni Eysturlíð, sum spælir el-gittar, og Árni Øregaard, ið spælir klaver og kontrabass, og hevur fyriskipað filmsgerðina og allan spælilistan á YouTube. - Savnið í Kringvarpinum hevur verið týdningarmikið, tá sangirnir skuldu savnast, sigur Árni. - Onnur, sum hava havt stóran týdning eru Jensina Olsen, Bubu, Tatanka, Trølla Pætur, Rufus, bara fyri at nevna nøkur, sigur Árni um sangúrvalið, sum eisini eru fingið frá dagstovnum. Umframt at savna, hevur Árni filmað, spælt og sungið fleiri sangir við stuttligum klippiteknikki. Teirra millum eru  Lítli mín, hví grætur tú  og  Ein stutt ein long. 325 haldarar eru, og útvið 250.000 hava sæð føroysku barnasangirnar. Kjøt úr kærleika Í góðveðrinum í Vágsbotni í dag hitti eg Debes Sivertsen úr Norðdepli. Umframt at verða bóndi, sum er komin til Havnar at selja turt kjøt, er hann eisini kavari, sum sæst á bringuni.  Eg steðgi, og vit fáa eitt hugnaligt prát í lágu vársólini við bryggjukantin innast í Vagsbotni um seyðahald, vistfrøði, kjøt og smakk. Eg geri av at keypa besta turra tjógvið, hann hevur. Men so er tað tað. Reiðan pening havi eg ikki uppiá mær og minnist ikki, nær eg síðst var í einum banka. Debes, sum er abbasonur Havnarjógvan, bjóðar sær til at eg kann gera eina flyting, men illanstíð, eg skal fara niðan í nærmastu sjálvtøku.  Komin níðan í grótlagaða Sparikassan, er ikki betri enn so, at automatin er óvirkin. Hon fær ikki tikið sjálv, og hvaðna minni eg. Skimist um nøkur sjálvtøka er í gamla Føroya Banka bygninginum, men har er alt steinrunnið í túninum, so eg fari inn í fólksins Sparikassa. Um ikki sum í grøvini, so er tað sum í kapellinum at koma inn í hermetiskt lukkaða kassan. Skal taka eitt nummar og stilla meg í ómælandi býarrøðina, ið vil hava pengar. Mínar egnu, at geva einum bónda fyri kjøt í Vagsbotni. So er mín túrur, og eg fái upphæddina í hondina. Veit ikki um tað kostar at fáa mín egna pening taldan í hondina, men teir fimm seðlarnir liggja væl í lummanum og niðri í Vágsbotni skifta teir hendur og eg fái tjógvið. - Seyðurin hevur gingið ovarliga í Krossdali, sigur Debes, og greiðir frá, at Krossdalur er sunnanfyri Múlahaga, og at markið millum Múlahaga og Krossdal er Lambagjógv.  - Hann gongur úti alt árið, uttan tveir mánaðar, tá lembingin er fyri. Meðan seyðurin er inni, fær hann gott føroyskt gras úr Múla, sigur Debes og eg fortelji honum, at einaferðina gisti eg í Múla saman við countryklubbanum og øllum countrysangarunum har norðurifrá.  Debes leggur afturat, at tað einasta sum ger, at hetta kjøtið ikki er vistfrøðiligt, er at tey koppseta seyðin móti garnasótt og brásótt. Gjørdu vit ikki tað, var hann vistfrøðiligur.  - Vit fylgja við seyðinum, meðan hann gongur úti, og passa hann, meðan hann er inni. Fletta og taka upp sjálvi. Alt á seyðinum verður gagnnýtt. Kjøtið verður turka í hjallinum, ið hoyrir til niðursetuhúsini í Norðdepli, sum eru frá 1866, sigur Debes. - Man smakkar tað á kjøtinum, at orka og kærleiki er lagt í seyðahaldið, sigur Debes Sivertsen at enda. Eg takki fyri og fari at smakka um vikuskiftið. Uppá rugbreyð frá Bakaranum á Skála og eitt stroyggj av salti omanyvir. Botnur ella fjørður Fólkaræði byrjar heima, fer út í túnið, bygdina, samfelagið - og kanska inn á ting. Fyri at halda skil á, hava vit onkuntíð hildið at umboðandi fólkaræði, representativt demokrati , er loysnin, tí øll hava ikki stundir og førleikar til alt alla tíðina. At vit í hesum ljósi hava valt fólk á ting, sum enn ikki hava tikið stig til at fáa Føroyakortið heim, er spell, men vit hava fakfólk til uppgávuna. Teirra millum telist Eivind Weyhe. Hann sigur m.a. soleiðis í nýggjastu Dimmu: "J.C. Svabo nevnir plássið fleiri ferðir í Indberetninger 1781-82, og hann er ikki í iva um navnið. Eftir at hava umrøtt “Kongshavn eller Skaalefjord”, sigur hann at “Det inderste af Samme kaldes Skaalabotnur.” Í 1853 skrivar Hammershaimb staðarnøvn upp í Eysturoynni, og hann nevnir bygdina “í Skálabotni”. Hetta er tí tað grundarlag sum geodetarnir hava havt at byggja á tá ið teir gera tey fyrstu máliborðsbløðini uml. 1900, og tí hevur bygdin verið nevnd Skálabotnur á máliborðsbløðunum líka síðan...Sostatt er Skálabotnur tað almenna navnið á bygdini. Tað er eisini staðfest av Staðarnavnanevndini." Umframt hesa almennu staðfesting nevnir Eivind eisini tann universella siðin at hava nærheiti , tað er at kalla eina bygd ella ein stað, nakað ávíst, sum bara verður praktiserað á hesum sama stað. Eitt slag av kotumáli, sum bara tey innvígdu kenna til og duga at hand- og tungufara: "Á Skála hevur helst verið sagt Inni í Firði ella Skálafirði , eins og kollfirðingar siga Inni í Firði um tað innasta har á fjørðinum, og tað sama hevur verið sagt í Kaldbak um Kaldbaksbotn...Men í landshøpi hevur plássið verið nevnt Skálabotnur ." Í Havn siga vit ikki Tórshavn, tí so heldur hin parturin, sum tú samskiftir við, at tú ert útlendingur, ið enn ikki hevur lært koturnar í talaða málinum. Tað eru bara uppsløgini hjá Tórshavnar kommunu, sum einaferð um árið siga "Vælkomin til Tórshavnar". Tað er helst tí, at ein útlendingur hevur prentað dreglarnar, sum tá hanga á Ólavsøkupelunum. Sunnafyri Eiði er ein bygd, sum torfør er at umrøða í landshøpi, tí hon er í eintali, Ljósá . Men nærheitið er Gimbrarnar , suðri í Gimbrunum, eftir haganum, Gimbrahagi, har gimbrafólk búgva, ella gimbramenn, sum maskulina orðabókin sigur. Sigst, at enn eitt nærheitið er, sum bendir á, at fólk úr Gimbrunum í størri mun enn eiðisfólk tosa gjøgnum nøsina, eru nasal. Men Føroyakortið, sum enn ikki er tikið heim, tí eingin politisk interessa er til tess, tað er lukkutíð teknað til skúlabrúks. Fyrstu ferð í stødd 1:500 000 í 1993, tá Ingi Joensen teknaði, og aðruferð í 2014 í stødd 1:100 000, tá Rói Højgaard teknaði, og sum nakað heilt nýtt setti lit á bæði land og hav. Her sæst hansara Føroyakort í háupploysn . Men fólkaræði, tað byrjar heima. Thomas Vinterberg í kapping um Oscar Á middegi í dag varð kunngjørt, hvør er í uppskoti at fáa Oscarvirðisløn í ár. Eftir ætlan verða virðislønirnar handaðar á flaggdegnum 25. apríl.  Thomas Vinterberg, sum eg hitti á norðurlendskari filmstevnu í týska býnum Lübeck í desember í 2012, er í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina, bæði sum leikstjóri og fyri danska filmin Druk í altjóða kappingini, ið er millum filmar, sum ikki eru gjørdir í USA.  Á myndini sæst Thomas Vinterberg saman við eldru dóttrini, Nannu á tokstøðini í Lübeck. Tað er fyrstu ferð at ein danskur leikstjóri er tilnevndur Oscarvirðisløn. Babettes Gæstebud, sum Gabriel Axel leikstjórnaði eftir søguni hjá Karen Blixen, fekk í 1988 Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur. Árið eftir fekk Bille August somu virðisløn fyri filmin Pelle erobreren, eftir søguni hjá Martin Andersen Nexø.  Bille August avmyndaði eg í Svendborg í 2019 tá hann fekk virðislønina Årets Svend. Í 2011 fekk danska Susanne Bier Oscarvirðislønina fyri filmin Hævnen í greinini besti útlendski filmur.   Norðurlendskir filmar hava í fleiri førum vunnið kappingina um Oscarvirðislønir. Longu í 1931 og aftur í 1955 vann danski arkitekturin, Max Rée, Oscarvirðisløn fyri framleiðslusnið í amerikansku tjubang filmunum Cimmaron og The Rose Tattoo. Í 1944 og aftur í 1956 fekk svenska Ingrid Bergman Oscarvirðisløn fyri besta kvinnuliga leiklut í amerikansku filmunum Gaslight og Anastasia. Svenski Ole Nordemar vann í 1951 Oscarvirðislønina fyri besta heimildarfilm, Kon Tiki. Sama virðisløn fór í 2012 til svenska Malik Bendjelloul fyri Searching for Sugar Man. Í 1954 fekk svenska Greta Garbo heiðurs Oscar fyri ógloymandi avrik á filmi. Svenski Ingmar Bergman fekk fleiri ferðir Oscar virðisløn fyri besta útlendska film: Jungfrukällan í 1960, Såsom i en spegel í 1961 og Fanny och Alexander í 1983. Í 1971 fekk Ingmar Bergman eisini ein serligan heiðurs Oscar, Irving G. Thalberg memorial award. Svenski Bergman fotografurin, Sven Nykvist, fekk í 1972 og aftur í 1982 Oscarvirðisløn fyri Viskningar och rop og Fanny och Alexander. Sama virðisløn, cinematography, fór í 2016 til svenska Linus Sandgren fyri amerikanska sangleikin La La Land. Svenska Ingrid Bergman fekk í 1974 virðisløn fyri hjáleiklutin í bretska filminum Murder on the Orient Express. Svenska Alicia Vikander, sum var í Føroyum og spældi við Submergence (2017), fekk somu virðisløn fyri leiklutin í amerikanska filminum The Danish Girl í 2015. Svenska Ulla-Britt Söderlund varð í 1975 heiðrað við Oscarvirðislønina fyri búnar, costume design, í bretsk-amerikanska Kubrick filminum Barry Lyndon. Sama virðisløn fór í 1982 til svensku Marik Vos-Lundh fyri Fanny och Alexander. Fyri arbeiði við ljóði í filmi, hava svensku Per Hallberg og Paul N.J. Ottosson fingið virðislønir í 1995 fyri Braveheart, í 2007 fyri The Burne Ultimatum, í 2009 fyri The Hurt Locker, í 2012 fyri Zero Dark Thirty og Skyfall. Svenski Ludwig Göransson fekk í 2018 Oscarvirðisløn fyri besta upprunatónleik, original score, í amerikanska Marvel filminum Black Panther, og íslendska Hildur Guðnadóttir fekk í 2019 somu virðisløn fyri tónleikaarbeiði í amerikanska Joker.  Í 1992 var Börn náttúrunnar, sum íslendski Friðrik Þór Friðriksson gjørdi árið fyri, í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur. Tað er einastu ferð, at íslendskur filmur hevur fingið tann heiður. Friðrik, sum vitjaði Filmsfelagið í 1989, avmyndaði eg í Lübeck í 2013. Sama ár, sum danski Gabriel Axel vann Oscarvirðislønina fyri Babettes Gæstebud, 1989, varð fyrsti sámiski filmur, Ofelaš á norskum Veiviseren, í uppskoti at fáa henda sama altjóða heiður.  Leikstjóri var Nils Gaup, sum var heiðursgestur við heimaseymaðum flaggi, tá Filmsfelagið skipaði fyri Sjeyndu Almennu Norðurlendsku Filmstevnuni í Norðurlandahúsinum og í Útvarpshøllini í apríl 1989. Í ár liggja filmarnir Mank, Nomadland og Minari best fyri í Oscarkappingini.  Einki kann sum Oscarvirðislønin og Oscartilnevningin kasta ljós á biograffilm, sum áður var ókendur. Men í hesum døgum er tað ikki bara gott fyri biografarnar, sum royna at koma snikkaleysir úr drúgva koronastongsilinum við mest sum ongum viðskiftafólkum og fáum filmum á marknaðinum, tí flestu stórfilmar verða stroymdir. Hin fyrsti, Mank, er ein Netflixfilmur, og hevur verið vístur har síðan 4. desember. Nomadland er ein Disney+Star filmur, sum tann rásin fer at stroyma frá 30. apríl. Rásin sæst ikki í Føroyum og enn er óvist, um filmurin, sum 20th Century Fox í Danmark eigur, fer at verða sýndur í biografum her. Minari er í leigu hjá Scanbox, og er tann einasti av hesum trimum filmunum, sum ikki longu er útspældur, sum tey siga í biografvinnuni, tá einki vinnuligt endamál er at vísa film í biografi, sum byggir á atgongumerkjasølu. Tá filmar verða stroymdir rindar hvør einstakur móttakari fyri sýningina heima í stovuni. Hetta er eisini figgingarleisturin nú sjónvarsrøðin Trom verður gjørd. Filmsfelagið, sum er stovnað í Havnar Bio í 1962, vil gera sítt til, at arthouse filmur framhaldandi verður sýndur á stóra løriftinum í biografinum, tí áskoðaraskarin er serstakliga trúfastur. Herrópið hjá Filmsfelagnum er at síggja film í felag. Heimsmálini á filmi Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám fyri filmskapping fyri hádeild og miðnám um Heimsmálini hjá ST. Luttakandi filmar skulu lýsa minst tvey av teim 17 Heimsmálunum, sum eru lýst av ST. Longdin á lidna filminum kann í mesta lagi vera 7 minuttir. Frásøgumátin er upp til næmingarnar, bara hann heldur seg til evnið og endamálið, sum er at upplýsa um Heimsmálini. Ein greið undirvísingargongd skal fylgja við filminum, so hann er klárur at brúka á undirvísingarportalinum Snar. Á henda hátt kunnu aðrir lærarar eisini brúka filmin. Tilmeldingarfreistin er 1. septembur, lidni filmurin skal sendast Námi í seinasta lagi 11. november, og í viku 48 finnur ein dómsnevnd vinnaran. Umframt at verða sýndur á stórskíggja í Námi og á undirvísingarportalinum Snar, verður vinnandi filmurin eisini sýndur í Kringvarpinum. Soleiðis havi eg aldri sæð grindadráp avmyndað fyrr. Hugtakandi dronumyndina úr Syðrugøtu eigur pólski ferðamaðurin Jakub Witek. Eftir at hava súkklað runt Ísland og fyri fyrst ferð í lívinum gjørt ein film um pólendingar har, hevur Witek vitjað fýra ferðir í Føroyum og roynt seg við heimildarfilminum  Faroe Way The Art of Survival in the Faroe Islands . Vakrar myndir við góðum frásøgufólkum og heilt nógvum práti. Serliga takksamur er Witek fyri at hitta pólsku kvinnurnar Ewelina Joensen og Kinga Eysturland í Klaksvík og Klaudia Borowiec í Syðrugøtu gjøgnum Facebookbólkin Polonia Farerska.  Men tað varð grindadrápið, ið gjørdist sambindingarliðurin okkara millum, tí grannin, Hans Jákup Hermansen, hevði hitt pólska ferðamannin, og varð sloppin at siga frá um grind og grindadráp, søguliga og í dagsins samfelag. Júst hetta evnið goymir Witek til síðst í heimildarfilminum, og sigur beint fram. Jakub Witek sigur soleiðis frá um byrjanin til at hann fór at filma póllendingar í fremmandum londum. Pólski ferðamaðurin, Jakub Witek, sum nú eisini er heimildarmaður, hevur vitjað og upplivað oyggjarnar, helst í munandi størri mun enn miðalføroyingurin sjálvur kann siga seg at hava gjørt. Men hvussu metir tú, at hesir póllendingar liva í Føroyum, fata tey seg sum æviga fremmand, sum bara arbeiða, ella eru tey vorðin partar av nýggja landinum, mentanini og samfelagnum? Málið, títt og okkara, og eitt triðja mál, helst enskt, sum vit royna at hjálpast við, hevur tað verið ein forðing hjá tær at gera heimildarfilmin um póllendingar í Føroyum? Hvussu fyrireikaði tú teg at síggja alt hetta blóðið á vøkru sandstrondini í Syðrugøtu, har eingin kann fjala seg og alt er opið fyri eygunum hjá áskoðaranum? Hvør er ætlanin við tínum nýggja heimildarfilmi um póllendingar í Føroyum? 8 milliónir til film um ríkisfelagsskapin Ulla Hæstrup, ið sum barn búði í Suðuroy, har hon eisini gekk í skúla, fer nú at hava skeið um heimildarfilm í Filmshúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Síðan ársbyrjan í 2015 hevur hon verið filmsráðgevi í Danska Filmstovninum. - Filmshúsið hevur gjørt av at seta sjóneykuna á heimildarfilm í 2019. Tað gera vit við eini røð av skeiðum og verkstovum um hugskotsmenning og arbeiði frá hugskoti fram móti lidnum filmi, sigur Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, í tíðindaskrivi í dag. Pláss er fyri 12 luttakarum á fyrsta skeiðnum, sum verur 30. og 31. mars í Filmshúsinum. Ikki minni áhugavert fyri føroyska filmsumhvørvið er hetta ískoytið í tíðindaskrivinum: "samstundis við, at vit halda hetta skeiðið, er stuðulsvegleiðing ávegis, har DFI (Det Danske Filminstitut) kann lata menningar- og framleiðslustuðul til films- og sjónvarpsframleiðslur við temanum ”ríkisfelagsskapurin”. 8 milliónir krónur eru í puljuni, sum umsøkjarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu søkja um stuðul úr. Vit vænta, at endaliga vegleiðingin verður kunngjørt innan næstu 14 dagarnar." Hetta eru gleðilig tíðindi fyri føroyska filmsumhvørvið og ein áeggjan, framhaldandi, at økja føroysku játtanina til filmsgerð. Umframt Ullu Hæstrup fara filmsframleiðararnir Jón Hammer, Helle Faber og Heidi Kim Andersen at undirvísa á skeiðnum um heimildarfilm. Fleiri og fleiri ganga í biograf Fleiri og fleiri fólk ganga í biograf. Tað er sjón - ella tal - fyri søgn. Tá Filmsfelagið byrjaði nýggja samstarvið við Havnar Bio var ársmiðaltalið fyri hvørja sýning 98,1 seld atgongumerki. Síðan hava miðaltølini fyri árið í Filmsfelagnum svinga millum 77 og 98 seld atgongumerki fyri hvørja sýning. Filmarnir hava verið millum 28 og 32 ymiskir hvørt árið í Havnar Bio. Men í ár ber av. Higartil hevur miðaltalið fyri hvørja sýning í Filmsfelagnum verið heilt uppi á 147,2. Vit fegnast. Kom í biograf og síggj film í felag. Tað er tað, sum Filmsfelagið stendur fyri. Filmar í felag. Og so kanst tú møta fólkum sum hesum fryntliga manni, sum sæst omanfyri, eitt heilt vanligt mikukvøld mitt í Havn Eitt er fiskur, annað er toskur Amerikanski sjónvarpsverturin, Jon Stewart, sum í sekstan ár stjórnaði. Uttan hansara sniðfundigu sarkasmu og politisku undirtónar vil eg flyta hesa margtýddu kontemplativu miðlavending og gera hana til mítt egna uppáhald eitt leygarkvøld heima í Havn, har mítt egna ýti og úrtøka varð staðfest við hesum Zenbuddistisku orðum við høgra fremstafingri hjá einum lámi í notublokkin á fonini: "Fellir inn í teg sjálvan og alt er gott. Tíðarleyst og vektleyst. Tað bara er. Fyrstu ferð eg havi kent eina Zen løtu yvir mati. Eg yvirgevi meg." Men innan varð tað so mangt. Her er hann avmyndaður úr køksvindeyganum í vikuni, einogfjøruti ára gamli Langstensmíðaði Magnus Heinason , sum í allari eyðmýkd er almenna føroyska havrannsóknarskipið og íspinnarin av endurfødda bankatoskinum. Eftir túr nummar nítjan hundrað og átta fyri Havstovuna skrivar kanningarleiðarin, Petur Steingrund, í vikuni, at toskurin á Føroyabanka er framvegis ikki komin fyri seg aftur, við tað at nøgdin av toski lá á sama lága støði, sum hevur verið vanligt síðan 2006. Úrtøkan var tó hundrað og einotrýss toskar og fimm tons av hýsu. Kanningarleiðarin skrivar, at eins og í fjør var sera nógv at fáa av hýsu og har var nógv smáhýsa ímillum. Hetta var triði túrurin av yvirlitstrolingum á vári í ár. Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingum av toski, hýsu og upsa, t.e. veiða í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndum sløgum. Vit fóru av Havnini mikukvøldið kl 21:10. Vit vóru á Havnini týsmorgunin kl. 7 og landaðu fyrrapartin. Sama morgun varð bankatoskurin og øll hin upplagda hjáveiðan eins og undanfarin ár í gastronomiska kalendaranum skorin til á Hotel Føroyum. Nýggjasta er, at stjørnukokkarnir á KOKS eru farnir at tryggja sær sundmagan á bankatoski til kips. Ólavur Sjúrðarberg og Ingvar Joensen vóru flakaskerarar saman við ídnu kokkunum, sum frá vinstru niðanfyri eru Jógvan Winther Poulsen, John Eli Kristmundson, Rani Dam, Hans Petur á Myrini og høvuðskokkurin Kári Kristiansen. Undir yvirskriftini ”Føroyabanki eitt gastronomiskt eldorado” var íbirtarin av gastronomiska kalendaranum Heima í Havn, Jóhan Mortensen, gestur í morgunsendingini hjá Útvarpinum hósdagin. Hann hevur leingi hildið at bara serkønir og gastronomiskt upplærdir skiparar skulu sleppa at fiska bankatosk. Og sjálvur haldi eg, at sporføri skuldi sloppið við, so sertifiseraði bankatoskurin kundi eyðmerkjast, tá hann lá á borðiskinum framman fyri tær, hvar í verðini tú so vart. Ein himmerigsmundfuld. Ella sum heimamissiónssangbókin sigur: "Ja tað er himmal, himmal longu her." Men aftur til útvarpið, har Jóhan heldur, at møguleikarnir við fiskinum á Føroyabanka eru stórir. Toskurin hevur gott orð á sær, er ríkur í smakkinum, og konsistensurin er serstakur. Eisini hýsan er nakað serligt, og hevur somuleiðis stórt potentiali, sigur Jóhan og leggur afturat, at í blómandi matstovuvinnuni kunnu nógv fleiri lið fáa vinning úr fiskinum á Føroyabanka. Vit eru sum heild vorðin meir tilvitað um tilfeingið á bankanum, sum er ogn Føroya fólks, og Jóhan vildi unt øllum føroyingum at roynt fiskin av bankanum. Tí hevði hann toskabitar við sær, sum morgunvertirnir í sendingini púra laiv fingu høvi at royna. Jóan Pauli Joensen lurtaði, og setti seg beint við knappaborðið og skrivaði soleiðis á Facebook: "Føroyabanki eitt gullnám. Í einum lítlum samfelag sum Føroya eru tað ikki so nógv ljós, sum brenna undir lonini, og tí eiga vit at geva okkum far um tey, sum lýsa bjart. Teir tankar sum Jóhan Mortensen í morgun í útvarpinum gjørdi sær um Føroyabanka eru genialir og lurta eigur at vera eftir teimum tí, har er veruliga skil í. Vit eiga á Føroyabanka eitt tilfeingi, sum í einum gastronomiskum heimshøpi kann koma at verða okkum ein gylt høna, sum verpur okkum gullegg so tað forslær, um farið verður rætt fram, ikki minst nú Føroyar eru komnar á tað gastronomiska landkorti við teimum báðum Michelin stjørnunum, sum lætnar eru KOKS. Tað ræður um fáa tað rætta gullvirði burtur úr tíð gullnámi sum vit hava á Føroya Banka eins og russar fáa gull burtur úr rognunum - kaviarinum - hjá styrjanum. At tilfeingið á Føroyabanka skuldi komi at verða útflutt sum onnur bulk-vøra vildi verið bæði synd og skomm. Jóhan Mortensen er bara genialur í síni hugsan og fatan. Latum okkum vóna at restin av Føroyum eisini fatar boðskapin." Alt, sum vit fáa á borðiskin í Barbara Fish House í kvøld, er av Bankanum og grønmetið er heiman av Sandi. Ein vísindalig frágreiðing um toskin á Føroyabanka, sum Eyðfinn Magnussen hevur skrivað, liggur saman við matskránni. Hann er stórur og veksur serliga skjótt tey fyrstu árini, verður sagt um bankatoskin, sum í átjan samanberingum kann verða dupult so stórur, sum toskur av øðrum norðuratlantiskum grunnum. Eftir eitt roséglas við perlandi portugisiskum espumante úr hvítu alvarinho drúvuni frá Soalheiro har norðuri í søguliga saltfiskalandinum, er heimligi bankatónin lagdur og settur. Ýtið eigur matstovustjórin, John Mikkelsen, sum heldur í øllum gastronomiskum træðrum á matstovunum Heima í Havn, ið leingi hava verið fremstar á brúkarastýrdu nettænastuni Tripadvisor. Fyrsti rættur er bankatoskur, sum er settur á træspjót og grillaður við aspargus. Annika Repond Sørensen ber okkum rættin niður úr køkinum á loftinum og inn á borðið, har vit sita níggju fólk fram við innasta vegginum. Partur av fyrsta rætti er eisini rimmaður bankatoskur, sum verður borðreiddur við várleyki. Í gløsini fáa vit perfekt parað norðurportugisiskt hvítvín úr somu drúvu sum frammanundan, alvarinho, nú við frámerkinum Granit á navnaseðilinum. Annar rættur er settur saman við djúpstoktari hýsu av sama túri hjá Magnusi Heinasyni av Føroyabanka, hummus og reyðum sofrito, sum er rørt í hvør sín borðisk afturvið. Vínið er í somu ættarlinju, men nú úr Galisia í Spania, har vínhúsið Attis kallar hvítu drúvuna albariño og skrivar heimstaðin Rias Baixas á navnaseðilin. Triða umfar er sett saman av kjálkum, lippum og høgguslokki av bankanum. Til serveringina er eisini rørd ein chimichurri sós. Afturvið skeinkir Julia Carlsson perlandi hvítt galisiskt Fefiñanes Albariño, Rías Baixas 2017. Nú kemur høvuðsrætturin, sum er toskanakki við kræklingi og grønmeti heiman av Sandi. Flakaskerarin, Ólavur, sum situr yvir mær, sigur, at hann hevur skorið upp í spíðs heilt upp í nakkan og so niðurá. Tú kanst blaða í nakkanum, sigur hann og kring borðið verður nikkað játtandi. Vínið, sum Annika Jespersdóttir skeinkir afturvið, hevur eitt so hástemt heiti, at eg síggi bíbilskar súlnagongdir fyri mær: Rafael Palacios. Men tað er bara kristna navnið á vínbóndanum, sum er frá Valdeoras í spanska Jákupslandinum Galisia, har fólk gera pílagrímsferðir, og í hesum føri brúkar hann godello drúvuna, Rafael Palacios. Ein royndur ummælari á Vivino, sum frammanundan hevur ummælt 2346 sløg av víni, sigur soleiðis. Høvuðskokkurin, Kári Kristiansen, greiðir frá um rávøruna og hvussu alt er handfarið í tronga køkinum uppi á loftinum. Hann bjóðar uppá at síggja alt í verki, meðan Norman Savio De Souza eygleiðir í baksýni. Omaná er ananas og karamellísur við dessertvíni, sum er ein rein pinot noir cava, sum tey siga um froyandi vín í Spania, av slagnum Parxet. Til kaffi fáa vit Lepanto brandy de Jerez, sum er úr palomino drúvuni og hevur verið goymt í fimtan ár í Fino tunnum og hevur frámerkið Solera Gran Reserva. Turt og elegant. Men ikki nóg mikið við tí. At leggja endaligt lok á máltíðina og hugfarsligu samveruna, fáa vit nú Portotonic í glasið. Ein svalligur drykkur, sum í øllum einfeldni er Graham’s Fine White Port við tonic omaná. Perfekt match til høvið. Tær tríggjar, Annika Jespersdóttir, Julia Carlsson og Annika Repond Sørensen heilsa okkum úr køkinum í Barbara Fish House, og vit takka fyri eitt ógloymandi kvøld úr gastronomiska kalendaranum.  Sangur sum kúgan í konturleysum koronadøgum Fríggjakvøldið vann filmurin Songs of Repression , Sangir sum kúga, altjóða virðislønina Dox:Award og Politiken:Danish:Dox Award í Keypmannahavn. Filmurin, sum er um eina anakronistiska týska niðursetubygd og restirnar av eini evangeliskari samkomu undir Andesfjøllum í Kili beint nú, sæst á cphdox.dk/online til og við 5. apríl. Tað er tey bæði Estephan Wagner úr Kili og Marianne Hougen-Moraga úr Danmark, sum hava gjørt filmin, ið er hálvan annan tíma til longdar. The Act of Killing og The Look of Silence eru millum mongu heimildarfilmarnar, sum sama danska framleiðslufelagið Final Cut For Real longu hevur gjørt, og bygnaðurin er stórt sæð hin sami, at fáa bøðil og offur at møtast, í stillum, men meðan upptøkutólið melur. Á einum slætta undir Andesfjøllum í Kili er ein hugfarslig bygd, sum klipt úr søguni um Heidi og fjallabban. Niðursetubygdin er týsk útí odd og egg, tey tala týskt og foredla alt, ið týskt er, ikki minst evangeliskan sálmasang til innvortisbrúk og oktoburfest fyri ferðafólkum. Alt fyri Gudi, sum heilt vist er týskari og ættaður í beinari linju frá Hitler, enntá í samstarvi við Pinochet. Hetta er so løgið at kava niður í, at eg má kanna, um hetta passar, ella bara er eitt ævintýr um menniskjansligan djevulskap og tær mekanismur, sum í góðum og illum definera ein felagsskap. Jú, søgan hon er sonn. Og hóast tað er staðfest at Josef Mengele var her, og at lívverjin hjá Hitler, Kurt Schnellenkamp, varð grivin her í 2017, so liggur tað uttanfyri karmin og ætlanina við filmaðu søguni, sum heldur enn at verða konfronterandi er varisliga leitandi og tí so alment viðkomandi. Gud við tykkum inntil næstu ferð  Í hesum eskatologisku koronadøgum, har vit á heimrustini fleiri ferðir eru mint á tveyhundrað ára dagin hjá Fanny Crosby og hennara suggestivu møtisangir, við repeterandi orðunum Perfect Submission , glíður endasangurin hjá týska sangkórinum undir Andesfjøllum inn í eitt konturleyst landslag. "Gud við tykkum inntil næstu ferð" syngja aldrandi limirnir í endakórinum. Tað er so otherworldly og tó so føroyskt heimligt, at tú undrast og verður fasineraður og stoyttur um eina leið. Andaligur ørvitisskapur kennir ikki landamørk.  Nazibøðil verður predikantur Í kilensku bygdini, sum er púra verulig, ber til at gista á hotelli, jodla á týskum, eta týskan mat og ganga langar túrar á heiðini. Men undir vøkru visualiseringunum liggur ein døkkur veruleiki. Í 1961 flutti hin fyrrverandi týski nazisturin og núverandi trúboðarin Paul Schäfer (1921-2010) higar. Við sær hevði hann eina evangeliska samkomu, sum skuldi bjarga teim doyggjandi og reisa tey, ið falla. Schäfer stovnaði Colonia Dignidad, Tignarstaðurin, sum bleiv til eina afturlatna sekt. Í meir enn fjøruti ár helt hann niðursetufólkini í fastari hond við skipaðum harðskapi, har eisini børn vórðu misbrúkt. Tá illa lýddi einaræðisharrin Pinochet kom til, bjóðaði Schäfer samkomuna fram at gera hópgravir á slættanum har andstøðingar kundu gravast í stillum og uttan at nakar sá, eftir at evengelisku týskararnir sjálvir høvdu pínt og myrt hesi óseku kilensku fólk. Í 2007 varð Paul Schäfer handtikin og búfólkini í niðursetubygdini kundu byrja at koma til sættis við fortíð og nútíð. Sum tað fyrsta skifti bygdin navn til Villa Baviera, Bayerska bygdin. Í dag búgva 120 fólk í bygdini. Filmurin er spesifikt um hesi fólkini. Tá fortíð møtir nútíð - Hvussu heldur tú fram at liva á sama staði, tá tú hevur verið offur, bøðil, ella sum veruleikin í hesum føri er, bæði? Og hvussu skapar og skilir tú sannleika, trúskap og kærleika, tá hesi hugtøk hava mist alla meining? Hesin filmur fer eftir, hvussu tey, sum enn búgva á staðnum, fata fortíðina og skapa meining í nútíðini. Gjøgnum filmin møta vit teimum, sum púra avnokta ræðuleikarnar, ið fóru fram, og bara vilja minnast tær góðu løturnar, teimum, sum berjast við sálarligum seinfylgjum og teimum, sum er steðgaði upp einastaðni mitt í millum. Estephan Wagner og Marianne Hougen-Moraga, sum í dag eru par, hava gjørt filmin í hálvt fjórða ár. Hann vaks upp í Kili undir hernaðarliga stýrinum hjá Pinochet meðan húskið hjá henni flýddi til Danmarkar. - Síðan vit vóru smá, hava vit hoyrt um Colonia Dignidad, men frá hvør sínum sjónarhorni. Sumrarnar plagdu tey hjá Estephan at vitja týsku matstovuna, meðan tey eldru í slektini hjá Marionnu fortaldu um politisku fangarnar, ið vórðu píndir og avrættaðir í bygdini, tá Pinochet sat við valdið. Meðan Estephan og tey vardu bygdina og fólkið móti øllum ákærum, vóru Marianna og tey í hinum borðinum. - Sum vit vuksu til og fingu eitt politiskt tilvit, fóru vit at seta fleiri og fleiri spurningar, tá tað galt Colonia Dignidad, í dag Villa Baviera. Hvussu man tað vera hjá teimum, sum hava liðið undir leiðsluni hjá Schäfer og enn búgva á staðnum, sum er so merktur av hesum trauma? Hvussu handfara tey ágangin, sjálvstøðugt og í felagsskapi? Og hvussu lærir tú at redefinera tað, tú trýrt á og at stóla uppá og elska nakran aftur, tá tú ert so dyggiliga svikin? Tá vit vóru fyrst í tretivunum og fóru at ganga saman, høvdu vit langt síðani slept svart-hvítu heimsmyndini, sum í stóran mun hevði merkt barndómsárini hjá okkum báðum. Tað bleiv átrokandi at lýsa og kanna málið nærri og at fáa eina djúpari fatan av, hví vit menniskju gera sum vit gera, og verða til tey, sum vit eru, og hvussu samfeløg sum hesi verða til. Colonia Dignidad varð eitt sjálvsagt stað at vitja. Sum tað er í teim flestu post-fasistisku samfeløgum í heiminum, er yvirskipaða kjakið um bygdina læst fast í svart-hvítar tankar. Fyrr hava royndir verið gjørdar at skapa ein dialog millum syndraðu partaranar í bygdini og at geva pláss fyri semju í og uttanfyri økið, men í flestu mainstream-miðlum verður søgan bara um offur og yvirgangsmenn. Í veruleikanum eru viðurskiftini millum offur og yvirgangsmenn nógv fløktari. Flestu íbúgvar eru bæði. Í hálvtfjórða ár hava vit arbeitt við filminum og eru sloppin inn hjá fólkunum í bygdini. Strategiirnar er fleiri, so sum at skapa eitt egið paradís, sum eisini ferðafólkini sleppa inn í. Men vit vilja við filminum kanna og vísa, hvussu og hví menniskju umskriva teirra fortíð og hvørjar mekanismur tá fara í gongd, hvør hevur maktina og hvussu menniskjansliga skroypiligheitin virkar og hvørjar sálarfrøðiligar mekanismur fara í gongd í bygdini, siga Estephan Wagner og Marianne Hougen-Moraga. Filmur er sterkasti miðilin Songs of Repression er enn eitt dømi um, hvussu sterkur miðil filmur er, stillisliga at siga okkum søgur um alment menniskjanslig viðurskifti frá fyrstu hond, sum hóast skjalprógvað, ikki fáa pláss í nakrari søgubók, tí eingin søgusigari bjóðar til at vinkla og tíansheldur bera fram søguna í almenna rúminum. Heldur enn skakandi sensatiónina, religiøsa ørvitisskapin og hvíta yvirharradømi, heldur søgan seg til fyrstuhonds keldurnar, tey sum enn búgva á staðnum. Hvat siga tey og hvussu fata tey seg sjálvi nú, við øllum speglingum aftureftir? Tað er her, í einum stillførum samanfevnandi tanka, at filmurin verður so áhugaverdur, at tú sleppir honum ikki, hóast tú sært hann á teldu og ikki á stórum lørifti í biografi, sum er rætti karmurin, ikki minst í endamyndini, sum eg gleði meg til at síggja í felag á filmi. Í hesum stilla tóna í hesum ræðuliga ævintyri, hómast javnan grundtónar og afturljóð úr okkara egnu mentan við teirri ríku evangelisku sanghevdini úr øllum handa fríkirkjum. Hóast skakandi, er tað hugtakandi, tá hesir frásøgulutir møtast á slættanum undir Andesfjøllum í Kili. Tú kanst síggja filmin fyri seks evrur á netinum. Hevur tú minsta áhuga fyri filmi og reportasju, so skalt tú síggja henda filmin. Sindur er frálíðið síðan eg sá hinar báðar filmarnar úr Indionesia. Haldi, at hesin í greiddleika lyftir teir báðar, ikki sørt spælandi filmarnar, upp á eitt listarliga áhugaverdari støði. 13 filmar vóru i kappingini. Í dómsnevndini vóru Brenda Coughlin, Sundance Institute í USA, Christoph Terhechte, DOK Leipzig í Týsklandi, rumenski filmsleikstjórin Alexander Nanau og danski filmsleikstjórin Pernille Rose Grønkjær. Besti burgari í býnum Soren Kiss í Reyðleyki í Hoyvík við einum eggjaburgara Kveiktur av nýggjastu Weekendavísini, ivaleyst frægasta avísin í verðini, fór eg at leita eftir besta burgara í býnum, hóast intentiónin hjá greinaskrivaranum, danska kokkinum Christian F. Puglisi, var hin øvuta, at fáa kokkar og kundar at venda fastfood av burgaraslagnum ryggin. Royndi fýra ymisk støð í býnum og endaði á tí minst sannlíka, sum uttan himpr av nøkrum slag varð tað besta undir mínum kræsna góma, teir seinastu dagarnar við burgara. Tað var Reyðleyk í niðasta krókinum av Ingibjargargøtu í Hoyvík.  Bæði virkisnavnið og gøtunavnið eru eftir mínum tykki tey mest ósexutu at selja nakað sum helst at taka í munnin, og so er staðsetingin so snedig, at handilskonseptið nemur við least likely element, júst tey, ið skulu til at skapa ein kultstað. Her er minst sannlíkt at fáa eina góða matuppliving. Men júst tað fært tú her. Beint her. Og so er grannagøtan hin illalýdda Karlamagnusarbreyt, ella KMB, sum tey siga í fartinum, har eingin hevur havt stundir til nakað. Ikki fyrr enn nú.  Reyðleyk - Tað er instant kultstatus! Kokkurin er Sorin Kiss, sum er úr Ungarn og arbeiddi í fjúrtan ár í Írlandi, innan hann kom higar. Eigari og høvuðskokkur, sum sjálvur hevur ment matskránna í Reyðleyki, er marokkanski Amine Bouzidi, ið hevur arbeitt sum pitsakokkur í Havn, síðani hann kom higar í 2006. Dimma skrivaði um Bouzidi í 2019. Eg royndi cheddarburgaran og eggjaburgaran í Reyðleyki. Eisini fáast kiliburgari, lambaburgari og vegetarburgari. Og bara rólig, tað gingu í øllum fýra førum dagar ímillum hvørt átið og smakkroyndirnar, eisini tær tríggjar niðri í býnum. Tað var bara greinin í nýggju Weekendavísini, ið kostar ein kvartan burgaraprís, sum nú fekk meg at aktualisera smakkroyndirnar á fýra ymsum burgarastøðum í býnum. Í báðum teim nevndu burgaraførunum er karameliseraður reyðleykur og heimarørdur dressingur í vælsmakkandi bollanum uppi í Hoyvík. Egg og beykon eru eyðkennini, ið gera henda burgarin minni konventionellan enn hin og serliga teir niðri í býnum, sum eru lagdir afturum við fleiri burgaralongdum. Men tað velst sjálvandi um hug og smakk í teirri løtuni, tú ordrar ein tílíkan yvir diskin og skal bíða í tjúgu minuttir, kanska meðan tað regnar og tú skalt skunda tær. Ofta er júst tað keypið í størri mun av impulsslagnum, enn tá tú mitt á degi situr á matstovu við góðari útsikt, sum til dømis í Hallartúni á Hilton og sært oman yvir Hoydalar. Júst tað virðið kann eingin taka.  Men aftur til Eggjaburgaran frá Reyðleyki í Hoyvík. Egg og kjøt, lokað saman við beykon, rukkola og spísskáli, geva ein undarliga freistandi smakk, sum var tú við dyrnar hjá Elvis í Memphis. Hóast hann ikki er heimabakaður sum pitabreyðini, komplementerar bleyti briochebollin skjótu upplivingina, sum eisini ber til at drýggja við Jack Daniels og kola í glasinum, um tað skal verða ein total-út-av-kroppinum-USA-ferð til The Jungle Room. Kipsini veit eg ikki, um eg orki. Men tey eru har at deila við onnur, tá tú tekur máltíðina heim við. Og so aftur til greinina í Weekendavísini, sum fekk meg at taka dagar ímillum burgarar í býnum beint nú. Undir yvirskriftini Den Trojanske Burger og redaktionella stikkorðinum Fastfix, skrivar danski kokkurin Christian F. Puglisi. Tapas og søga hjá Katrinu Meðan heglingur slær á heimarútin og deiggjhønur leggja fríggjadagsavrik út á Facebook, fari eg sjálvur annar oman á Katrinu. Tað er gamli handilin hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, sum stongdi í 2005 og lat upp sum matstova við sama navni fyri tveimum árum síðan hin 1. apríl í 2017. 22 ára gamla Magdalena Mørk, omanfyri, er matstovuleiðari og í kvøld er Mortan Borgarlíð kokkur við nýggjari tapas matskrá. Magdalena, sum hevur arbeitt her síðan matstovan byrjaði, var skiftisnæmingur í Minnesota, tá hon var 16, og dámar eins og javnaldrandi høvuðstænarin, Beinta á Bøgarði, væl at møta ferðafólki. - Fólk koma allastaðni frá, og tað er skeg at síggja, siga tær báðar og leggja afturat, hvussu væl tað gongur í ferðavinnuni. - Tí er natúrligt, at vit ætla okkum eina framtíð innan júst hesa vinnu, siga Beinta og Magdalena. Tær vísa okkum uppá og sýna heiðursborgaraprógvið hjá Williami Heinesen frá Tórshavnar kommuni í 1980, sum hongur á miðhæddini. Síðan fara tær longur upp í Tornið, her hava øll rúm eitt navn, og vísa útsiktina til Nólsoyar, sum Føroya kendasti høvundur eisini hevur notið. Her andar alt av søgu og autentisiteti. Guðrun Marna førir okkum til borðið í hugnaligu hølunum í gøtuhæddini, sum nú kóka av útlendskum ferðafólki. Ungu og kviku servitrisurnar, og ein maður, svara á tí máli, sum útlendski gesturin brúkar. Í natúrliga sjóðinum úr køki, har matgjørt verður, stórar kaffimaskinur blása og bryggja, og pískarar hoyrast, ganga Sigrun Smith og Kristina Sundstein henni til handa. Sjarma og søga, fyrstafloks matur, óformelt og nærverandi sigur heimasíðan. Eftir eitt leskiligt vælkomuglas er fyrsti tapas rættur at deila royktur laksur við dild. Annar rættur er jomfrúhummari og jákupskel, panna cotta, við ríkiliga nógvum dressingi. Tá verður trupult at smakka kjarnan í lítla rættinum. Umframt eysturríkst hvítvín við liggjandi ferskusmakki, er alternativ djússkrá við tranaberi, súrepli og cider afturvið. Triði tapas rættur er krokettir við osti, sum eru framúr. Fjórði tapas rættur at deila er rongkilsi rogn við reyðleyki og sitron. Aftur her er ríkiligt av dressingi. Ein William øl, sum er eyðkennið fyri matstovuna, kemur á borðið og ger undurverk í akkurát hesi løtu. Samstundis sum ein fronsk tempranillo kemur á borðið til næsta rætt, hevur Guðrun Marna nú mixað eitt perfekt djúsglas við tranaberi og súrepli. Fimti rættur er flank steik av neyti, sum er løgd í chimchurri sós. Samstundis koma sætti rættur, ið er summarsalat við nógvari rukola, og sjeyndi rættur, sum er squash við rækjum. Omaná er kaffi og rabarbuísur við sjampanjuskúmi. Postalínið er alt úr Portugal. Matskráin og upplýsingar á enskum og føroyskum um søguliga húsið eru settir inn í eina permu, sum er vælkenda Lademanns leksikon, sum fyrr var í teim mongu húsum, sum vóru limir í bókaklubbanum Union. Í kjallaranum er ein snikkarabonkur, sum William Heinesen hevur brúkt, og Beinta vísur fram. Her ber eisini til at borðreiða fyri eini sekstan fólkum, siga tær báðar, Beinta og Magdalena. Á vegginum í matstovuni uppiá, har sum handilin og petroleumssølan var fyrr, er eitt uppslag um limaskap í Havnar Detailhandlarafelag. Heimasíðan hjá matstovuni upplýsir, at har Katrina Christiansen stendur í dag, hevur verið virksemi síðani fyrst í 1700-talinum. Húsini hava havt minst fýra ymisk nøvn: Bartskerstova, Skálahús, hjá Restorff, hjá Heinesen og hjá Katrinu Christiansen. Umframt vinnuligt virksemi frá bartskerum til handil, verður eisini nevnt, at William Heinesen er føddur her og búði síni fyrstu barnaár "hjá Heinesen", sum húsini tá vórðu rópt. Hóast neyðugar ábøtur eru gjørdar, so er alt, sum kundi varðveitast í húsunum, varðveitt. Harafturat er nógv forkunnugt, sum var farið úr húsunum, afturfunnið og sett uppaftur. Í 1927 fór Katrina Christiansen, dóttir Biritu og Kjalnes Petur, sum arbeiddi hjá Zachariasi Heinesen, at reka handilin. Tey bæði, Katrina og Zacharias, síggjast á myndini omanfyri. Katrina doyði í 1950 og sonurin, Halldor Christiansen, tók yvir og keypti handilin frá arvingunum hjá Zachariasi. Hann avmyndaði eg í 2009. Halldor, sum stóð fyri handlinum í nærum 60 ár, andaðist 89 ára gamal í 2015. Í eina loftsrúminum eru skjøl hjá Halldóri, studentarhúgva, karakterbók, protokollir og leikutoy frá krígnum. So er at fara á vesið, har brandskaðar síggjast á brettunum. Inni á vesinum hjá Katrinu eru tímilig ur og klokkur, øðrumegin við vísarum og á hinum vesinum uttan vísarar. Har hevur Kris Kristofferson signerað skeltið yvir kummuni. Og útkomin av vesinum, kemur tú framvið einum tiltakandi wall of fame við sangarum og politikarum. Kosmopolitiskt er tað hjá Katrinu mitt í gomlu Havnini. Ein tíðarleys lukka, at privatfólk eru, ið fara so væl um okkara bý, og eru so hegnislig, at tey umvæla gamlar stovur og blæsa lív í tær, heldur enn at alt verður javnað við jørðina og hvørvir fyri okkara eygum. Gleðiligt, at so nógvar stovur eru varðveittar og verða brúktar sum veitingarstøð og megna at fevna ferðavinnuni júst á hesum leiðum. Manga takk fyri tað! Hetta var ikki gott nokk Havi verið framúr fegin um formidlingina av og um koronasmittuna í Degi og Viku seinastu tíðina. Men í gjárkvøldið gekk av skriðuni. Ein fakmaður tosaði um talvur og frymlar, men fotografurin á vaktini fangaði ikki talvurnar. Hvussu verturin so vildi, so krøkti faktalan ikki í myndirnar, tí tær vóru ikki har. Tá tær eina løtuni kortini vóru har, so var alt farið framvið og hevði fingið nýggjar útleggingar, tilsipingar og fótnotur, sum bara tey kønu í matametikk skilja, so vítt eg hoyrdi, fyri yvirhøvur at kunna skilja innslagið og fylgja við í fólksins almannamiðili. Í morgun hoyrdi eg tíðindaleiðaran í Pressuni í Kringvarpinum undirstrika, hvussu fegin hann var um innslagið, og hvussu redaktiónin hevði arbeitt við evninum allan dagin. Eg bleiv illa við og fór at hyggja aftur, um eg hevði hugt skeivt, misskilt, ella okkurt annað hevur forstýrað og ávirkað fakligu formdlingina úr tilbúgvingarvarpinum. Nei, eg dugdi ikki at síggja, at ein tíðindaredaktión kann verða nøgd við hetta avrikið. Hetta innslagið, hvussu álvarsligt tað enn kann fatast av teim, sum longu vistu um og kendu til matematisku prinsippini og grafarnar frammanundan, var ikki nóg væl frágingið. Skilji eisini á tíðindafundinum hjá landstýrismanninum, fútanum og læknanum i Kringvarpinum klokkan ellivu í morgun, at tey hava tosað um framløguna av grafinum, og eru so pínliga berørd, at hann varð nevndur upp í saman av øllum trimum. Hetta er tað sum hendir, tá man velur at prædika til kórið. Kórið, tey longu frelstu, eru matematikarar, sum vita, at tað krevst vitan um og kunnleiki til egna matematikk, annars sleppur tú ikki í henda eksklusiva klubba av vitandi vitinskapi. Sjálvsagda avleiðingin er, at fólkið, næstan øll, standa uttanfyri fílabeinstornið og undrast avkrøkt, hvat hesir klóku persónar havast at, nú landið er um at fara um koll og smittan er um næsta horn. Tað er tað mest óhepna, ið kann henda í eini støðu, sum vit eru í nú. Miðsavnandi kunning, hon sum fútin og læknin stóðu fyri í morgun, tað er tað, sum skal til. Landstýrismaðurin er deiliga jovialur, og tað skal ikki liggja hon til læst. Hann er eitt politiskt kosið menniskja, hinir eru vælfunderaðir embætismenn við greiðum tankum um formidling. Teir tankarnir ráddu ikki á redaktiónin á Degi og Viku í gjárkvøldið. Í hesum tíðum eiga vit ikki at hava rúm fyri tílíkum mishappum. Og á hesum sinni ikki eitt orð um búskaparmannin, sum vildi opna allar slúsir, so vit fyrst av øllum fáa ein útbygdan flogvøll. Sálarfrøðingurin var eitt gott breyk, men hann burdi fingið betri mediterandi rúm og stundir saman við vertinum. Tá tað ikki hendir, kenst tað sum uppáklistra ífylla. Tí er tað ein vælsignaður lætti at sleppa at lurta eftir Bob Dylan við einum nýggjum sangi í átta ár. Tendra og blunda og lata seg føra av besta formidlara í okkara orðalagstíð, nú eingin sigst lesa. Seytjan minuttir, ein messa og eg síggi alt fyri mær. Tað er formidling. Púra isi, beint í oyrað. Undir eygnalokunum síggi eg alt fyri mær. Tað er formidling. Í egnum biografi. Próvføst myndlist Eftir at Helgi Fossadal, sum umsitur BankNordik savnið við føroyskum málningum, hevði verið á vitjan í Próvstovuni, er rúmið nú sum ein representativur listaskáli. Tað vitna myndirnar, sum Ása Hansen, ið er próvtøkufyrisitari, tók, um. Omanfyri sæst málningurin, sum í mínum eygum er hin mest spennandi, og knýtir hvíta skrivstovurúmið saman í visuellum vitaliteti, ið greitt bendir aftur á Kobra-bólkin hjá Asger Jorn og teimum. Bent Restorff (1922-1979) er aktuelli listamaðurin. Heitið á málninginum er skrivað á rammuna aftanfyri: "Parti af en strandklippe", upprunaliga virðið er sett til 3500 krónur og innrammingin hevur kostað 230 krónur. Soleiðis varð alt noterað við blýanti fyrr í tíðini. Málningurin stavar frá 1977. Men hvussu fært tú málningar at svinga og syngja í óruddiligum visuellum skrivstovulandslagi? Tað er uppgávan, sum Helgi hevur átikið sær at loysa fyri savnið hjá BankNordik, við tí úrvali og í teim rammum, sum eru. Visuelli larmurin er avbjóðingin. Hvat fæst best at svinga og syngja við málninginum hjá Bent Restorff, sum hongur upp móti einum gjøgnumskygdum glasveggi, har Helga skal sita innanfyri? Jú, úr goymslunum hava vit funnið ein eins litsterkan málning hjá Eyðuni av Reyni frá 1992. Inni í glasbúrinum, har mesti visuelli larmur kann væntast at vera, seta vit hin sterkasta málningin á veggin. Tað er "Landslag" hjá Ingálvi av Reyni (1920-2005) frá 1990, ið er tann málningur í úrvalinum, sum vit halda megna at standa best móti øllum visuellum skriviborðsgangi.  Helga, ið er deildarleiðari, og skal sita her, er ovurfegin um úrvalið og úrslitið av upphangingini. Føroysk heimslist í aksepteraðum trivnaðarkørmum. Tað kann ikki verða betri.Stórsti málningurin er litfagra bygdin, sum Hans Jákup Glerfoss (1937-2010) málaði í 1985. Gunnvør er eisini nøgd við upphangingina á skrivstovuni.So er tað langi hvíti veggurin yvirav. Í samráð við Ásu, Dorthe, Andreu og Marjon velja vit aftur ein málning hjá Hans Jákupi Glerfoss, hesu ferð frá 1991, tað er hin ytri, og síðan ein hjá Bárði Jákupssyni frá 1990, tað er hin innari.So er bara eini málningurin eftir, og tað er ikki sørt at The Big Lebowski spøkir í huganum, tá tey tosa um lítla gólvteppið, sum heldur øllum rúminum saman. Tað kann eisini sigast um Leirvíksmálaran Jóannis Kristiansen (1918-1988), sum við einum málningi frá 1963 hongur innbjóðandi og milt poetiskur við inngongdina til Próvstovuna, har Marjon situr við avgreiðsludiskin. So, hava tit hug at síggja føroyska málningalist, so er at koma inn í Próvstovuna. Nú er tað fest á veggin, so tað er heilt próvfast. Føroysk myndlist broytir alla grafiska inniluft, so trivnaðarliga umhvørvið verður á heilt nýggjum og hægri støði. Dronningen er týdningarmesti kjakfilmur í dag! Røringur er sum aldri áður í heimligu biografbransjuni. Fólk í hópatali møta at síggja nýggjan arthaus -film í Havn, í Klaksvík, í Løkshøll í Runavík - og skjótt eisini í Suðuroynni. Hesuferð var orsøkin nýggi danski filmurin Dronningen  sum Filmsfelagið vísti í Havnar Bio ein dag undan almennu frumsýningini. Við egnum orðum innleiddi Bárður Højgaard fyrstu sýningina av Dronningen , sum var í Filmsfelagnum mikudagin 27. mars: Gott kvøld øll somul! Eg eiti Bárður Højgaard, búsitandi í einari lítlari bygd, sum eitur Lamba. Eg eri Bachelorur í talgildari sniðgeving og Film & TV, og kandidatur í Upplivingarbúskapið frá Aarhus Universiteti. Onkur undrast kanska á, hví eg standi her - eg undrist sjálvur! Tá Filmsfelagið legði tiltakið við hesum filminum út á Facebook, haldi eg, at eg var tann fyrsti at viðmerkja “Fantastiskur filmur”! Filmurin hevur ikki premieru fyrrenn í morgin, og tit eru so heppin her, at sleppa at síggja filmin longu nú. Eg havi tó longu sæð filmin, tí eg var til Filmtreff í Aarhus fyri nøkrum vikum síðani. Filmtreff er eitt tiltak, ið FAFID skipar fyri – FAFID er felagsskapurin hjá teimum stóru filmsveitarunum í Danmark. Hetta er eitt tiltak, har øll og alt, ið hevur við biografvirksemið at gera í kongaríkinum, er boðið við: Filmsveitarar, útgerðsveitarar, veitarar av atgongumerkjaskipanum, og so sjálvandi allir biografarnir. Vit sóu fleiri nýggjar filmar, sum eingin hevði havt premieru. Dronningen var ein av teimum, og tí havi eg sæð hann. Nåmen eg viðmerkti tiltakið “Fantastiskur filmur”, og promte kom fyrispurningur frá Birgiri um at innleiða hendan filmin. Tað sum tendraði meg allarmest uppá uppgávuna var, at eg, sum ein annar trojanskur hestur, slapp at standa her, í Havnar Bio. Tí vanliga vildi eg í slíkari støðu sagt: Gott kvøld, og vælkomin til filmssýning Í LØKSHØLL! Hóast tungur burður, so royna vit at fáa okkurt líkinda biograftilboð upp at standa í Løkshøll, men tað kemur altíð at standa í kapping við skúlans virksemi, konsertir, sjónleikir og annað, og skal tí potast inn í millum hesi. Og tá holini í skránni eru staðfest, skulu filmarnir veljast út. So eg kann ímynda mær at tað er trupult at leggja skrá til ein biograf sum hendan, men tað er sanniliga eisini trupult at skula verða so selektivur og kunna seta so fáar filmar á skrá. Vónandi kemur tað tó ordulig í gongd innan ov leingi, og ynski hjá okkum er at verða eitt gott ískoyti til verandi biograftilboð í landinum. Røringur er annars í filmsvinnuni sum heild í Runavíkar kommunu; Andrias Høgenni hevur til føroyska spælifilmsverkætlan fingið játtað munandi stuðul frá Runavíkar kommunu, sum eisini var høvuðsstuðul til Geytan herfyri. Umframt at vit sum sagt royna at fáa lív í biografin í Løkshøll, so verður til Mentanarvikuna 22.-28. apríl skipa fyri DriveIn bio, og sjálvandi verður hetta í bygdini, har man er føddur við bensini í blóðinum - í Søldarfirði! Eisini verður framhaldandi arbeitt við at umvæla gomlu filmsútgerðina frá Glyvra Bio, sum er komin upp at koyra aftur, og fer eftir ætlan at verða brúkt í framsýningarhøpi í Mentanarvikuni. Biografurin hevur so vítt eg veit koyrt óavbrotið her í Havnini, meðan alla aðrastaðir í landinum megnaði hetta virksemið ikki at standa øðrum tilboðum og tíðini kurl. Tó verða nú tilboð leypandi sett ígongd; Atlantis hevur dagliga drift í sínum virksemi í Klaksvík, Løkshøll roynir at lyfta arvin eftir Glyvra bio, og í Suðuroynni eru biografverkætlanir í gongd. Hvar finna vit tilverugrundarlag biografa ( raison d'être ) í hesum stroymingartíðum, har alt kann síggjast on-demand á einari snildfon? Eitt orð: Góðska! Hyggjarin ynskir at kunna hugdýpa seg í óavbrotnar filmssýningar undir bestu umstøðum. Sjálvt Netflix mátti boyggja seg fyri fólkakravinum, og leysgav til eitt vist stórfilmin Roma til biografsýningar. --- Eg byrjaði sjálvur at gera nakrar greiningar og niðurstøður til hendan filmin, men tá eg fór á netið at granska, hvat onnur søgdu, mátti eg bara staðfesta, at hóast onnur vóru samd í tí, eg hevði skrivað, so vóru hesi somu so nógv stinnari til at orða seg, enn eg. Tí kann eg heldur siga, eitt sindur umskrivað frá Ekko, at stóra drottningin í hesum filminum er uttan líka Trine Dyrholm, sum við ekstremum nærlagni og innlivingarevni spælir karrierukvinnan, ið hevur alt, kann alt – heldur hon. Onkuntíð er tó tað, ið hendir, og tað, ið ikki má henda, tað sama. Filmurin er eitt portrett av menniskjaligari girnd, dirvisloysi og ófyrigeviligum misbroti. The Hollywood Reporter skrivar sum filmin: "Hetta er showið hjá Trine Dyrholm, og hon gevur alt, hon hevur, kensluliga og kropsliga í portrettinum av einari kvinnu, sum ger júst tað hon vil, tí hon heldur, at hon sleppur væl frá tí." Trine Dyrholm er alfevnandi í filminum, og hon er við í øllum scenunum. Uttan at hava sæð nakran annan film enn til samanberingar, so hevði eg ikki verið skakkur, um Drottningin verður parað við góða gamla Oskari um eitt lítið ár - og hvør veit, kanska Trine Dyrholm eisini nær langt á teimum leiðunum. --- Anne verður spurd í filminum: Hvat ert tú mest bangin fyri? – spurningurin er kanska essensurin í okkara tilveru, og svarið? Tað haldi eg vit lata Anne geva okkum. Takk fyri. Sjálvur vil eg sum bloggari geva Dronningen besta ummæli. Fult stjørnutal, einki minni. Í kjalarvørrinum á týdningarmikla metoo-kjakinum er hesin filmur í mínum eygum ein uppgerð við hina burturav kynsfikseraðu mytuna. Tað snýr seg ikki um kyn, staðfestir filmurin í mínum eygum. Tað snýr seg um makt. Og advokaturin er valdur og starvssettur fyri okkara vegna at halda maktina í rættarsamfelagnum, sum vit øll trúgva uppá, í hevd. Tað er høvuðsleikarin, ein kvinna, leikstjórnað av eini aðrari kvinnu, sum byggir á søgu hjá enn eini kvinnu, vitni um. Filmurin er eisini ein mynd av djevulska advokatinum, sum hevur mong andlit, alt eftir, hvør kundin er. Eisini tá motivini at verða djevulsins adovkatur eru egin og tikin úr egnum misgerðum. Menninir eru viðfáningar, ikki ólikir teimum í svenska filminum Force Majeure , sum Filmsfelagið vísti í 2014. Ein lyklasena í aktuella  Dronningen , um enn lítil, forfjóðnað og væl inpakkað, nemur eisini við, at Dronningen kundi og kanska eigur at verða ein KRIS-filmur burturav. En lang historie kort , fyri at brúka eitt gamalt filmsheiti hjá leikstjóranum sjálvum, er, at hetta er ein týdningarmikil kjakfilmur, kanska hin týdningarmesti í ár og mong ár framyvir. Seinasta sena leggur upp til tað: opnar hon munnin ella ikki? Tað er útgangsspurningurin, tá filmurin er liðugur. Hvar aðrastaðni enn í eini biografhøll kanst tú av sama lørifti hugtaka so mong fólk í senn við eini so samansettari nútíðarsøgu, sum tó er so sára einføld millum rangt og rætt í dagsins borgarliga samfelag? Far og hygg og undrast yvir leiklutin hjá Drotningini . Er leikluturin kynsbundin, ella er hann kanska eisini, ella í størri mun, knýttur at makt og makt áleina? Móðurmálsdagin: Ábyrgd Móðurmálsdagin skrivar leikstjórin, Katrin Joensen-Næs, soleiðis um egna filmin Ábyrgd, sum skuldi havt verið frumsýndur í Filmsfelagnum í kvøld, men er útsettur í óvissa tíð, tí biografurin er stongdur av vanda fyri koronusmittu: Filmur hevur altíð havt ein stóran týdning í mínum lívið, sum fer langt út um undirhald. Tá eg hyggi eftir einum filmi, verða míni sjónarmið víðkað og míni evni, at seta meg inn í støðurnar hjá mínum medmenniskjum, betur. Søgan, ið vit vilja siga, er um, hvussu tað er at vera avvarðandi at sálarliga sjúkum. Eg havi sæð nógvar filmar, ið snúgva seg um sálarliga sjúk, men tá hevur tann avvarðandi aloftast hjáleiklutin. Eg saknaði ein film, har støðan hjá tí avvarðandi er høvuðskonfliktin. Ábyrgd snýr seg í stuttum um Ró, eina unga gentu, sum hevur ein sálarliga sjúka mammu. Mamman brúkar Ró sum heilivág, og má hava Ró hjá sær alt døgnið. Tá ið Ró fer undir at taka koyrikortið, verður hon drigin at frísku luftini og orkar ikki aftur til køvandi heimið. Hon byrjar at raðfesta seg sjálva, hóast tað merkir, at mamman verður verri og verri fyri. Afturat at fortelja søguna hjá teimum avvarðandi, vil Ábyrgd eisini vera við at gera upp við generellu misskiljingina at ”einki hendir í Føroyum”. Vit føroyingar eru ógviliga hepnir, at tað er trygt at ganga úti á gøtuni, men okkara søgur fara fram handan goymdar dýr. Har búgva menniskju, ið bera sama óndskap og kærleika, egoismu, ósjálvsøkni og sjúkligheit, sum eru alla aðra staðni í heiminum. Hendan søgan hevur íblástur úr veruligum søgum, ið eru farnar fram í Føroyum, og hon stendur sum eitt sterkt dømi um óhugsandi veruleikar, sum ganga fyri seg handan goymdar dyr í okkara ”óseka” móðurlandi. Grundað á hesar tankarnar, var tað ongantíð eitt ivamál um Ábyrgd skuldi skrivast á føroyskum og fara fram í Føroyum. Eg haldi, vit hava nógvar áhugaverdar søgur, og síggi týdningin og virðið í at fortelja tær. Eg gleði meg longu at fara undir næstu søguna, tá hesin filmurin er sloppin úr karantenu. At hoyra søgur úr egnum veruleika Týskvøldið gjørdu Jan Lamhauge og hansara fólk eitt ordiligt come back við sendingini Teir ómettiligu. Jú, tað er í kalkyni, tí tað er týðuliga ein maskulinur eginleiki at vera ómettiligur, ikki minst tá tað snýr seg um jarðiskt góðs og fæ, um tú so skalt bøta fyri alt við sál tínari.  Religiøsiteturin er eyðsýndur, eisini tá vit lesa longur í tekstinum: “Og alt fyri eitt fell tað eins og skøl frá eygum hansara”. Eitt av mínum yndissitatum.  Og her er tað Jan Lamhauge kemur inn í myndina, journalistiskt at taka skøl frá eygunum, sum vit blindu atkvøðuneyt, fyrilitarleyst trúgva uppá og lata okkum blenda og tøla av í einum politiskum veruleika, sum á øllum stigum er gjøgnumsúrgaður av korruptión og pengasterkum útlendingum, ið brúka primervinnuna í Føroyum sum royndarvøll til egna ótálmaða girnd úti í heimi.  Noteraði  mær í morgunbókina henda sama týsdag, at Kringvarpið byrjaði tíðindadagin við tveimum søgum. Onnur var um turbulens í flogídnaðinum, og hin um tey bæði ungu í bretska kongshúsinum, sum vóru flýdd undan rasistum og bretsku pressuni til USA at møta Oprah Winfrey.  Í fyrra førinum var føroyska kringvarpskeldan check-in.dk og í seinna førinum var keldan dr.dk. Tvær danskar heimasíður um útlendsk tíðindi í føroyska almannamiðilinum. Hetta eigur at verða rulla aftur, sum tey siga í korruptiónsraktum vinnum. Hetta eigur at verða rulla aftur. Aftur til kelduna, so útvarpsfólkið sjálvt kann taka fakligt bestikk, og ikki leggja seg á danskar keldur, sum skræpa á steini, ið ein plagdi at siga.  Sum eingin annar gekk hann høgt uppí ytra málsliga stílin. Við journalistiska útvarpsinnihaldinum frá somu tíðindavakt var tað tíanverri so, at tað var umsett beint frá tekst tv hjá tv2 í Danmark. Tað hevði minni týdning, um nakran, innihaldið. Formurin var alt.  Sendingin týskvøldið var ein fragd at síggja, tí hon við stuðli frá evropeiska felagsskapinum fyri gravandi journalistikki, IJ4EU, traðkaði í karakter, og gav okkum ein heimligan nagla at hanga torsskildu heimsmyndina á, hóast universella korruptiónssøgan ikki verður søgd eftir einum degi í nøkrum landi. Og ikki minst rørandi klippið við reiðaranum á Vesturvón, sum einki kundi gera, tá alt varð selt undan honum. Bara fyri mammon. Tað var mest rørandi afturklipp í korruptiónssøguni. Einki skip og tó mitt á keiuni í Sørvági. Ikki sørt, at tú leitar aftur til heitið á Victorsa bók frá eftirkrígsárunum Tikin ella latin eftir. Takk fái Jan Lamhauge og hansara fólk fyri at siga okkum journalistiskar søgur úr okkara egna veruleika. Haðani gongur mín heimsmynd. Heimanífrá. Scott Walker Heimasíðan hjá Scott Walker upplýsir í dag, at hesin kendi og tó gátufulli sangarin, ið byrjaði sum teenage poppari í California, bleiv tilbiðin ájavnt við beatlarnar í The Walker Brothers, fór í kleystur á Isle of Wight, varð fyrimynd hjá David Bowie, og sum støðugt skapti nýggjar og óvæntaðar leiðir á grammofonplátu við eini fullfyltari baritonrødd, hann er farin úr tíðini, 76 ára gamal. Púra forelskaður í Føroyum! - Hann er púra forelskaður í Føroyum, sigur bókhandlarin Kári Árting, sum hevur lisið nýggju bókina hjá Tim Ecott The Land of Maybe - a Faroe Islands Year . Omanfyri sæst høvundurin í lokala bretska bókahandlinum, har konan Jessica tók myndina. Legg til merkis klistrimerkið local author á fyrstu bókini ovast til vinstru. Í ellivu ár hevur Tim Ecott javnan vitjað í Føroyum, fyrstu ferð sum gestur hjá Atlantsflogi. Tað er forlagið Short Books í London, sum hevur givið nýggju ferðabókina út. Greitt er at høvundurin, sum hevur arbeitt fyri BBC og givið bøkur út á Penguin forlagnum, hevur serligan áhuga fyri smáum samfeløgum, kanska serliga oyggjasamfeløgum, so sum Seyskelloyggjar, men eisini fyri stóra Afrika. Í hesum koronatíðum hevur Kári Árting sjálvur borið mær bókina, og ger vart við, at sama tænasta, ókeypis útkoyring av nýggju bretsku ferðabókini, er galdandi fyri allar kundar í Føroyum. Kári hevur varnast, at Tim Ecott og eg eru í sambandi um Facebook og messenger. Løtu seinni sendi eg Tim eina mynd av bókini, sum nú er lend á køksborðinum. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum hann sigur meir enn eina ferð. Takkarlistin aftast í bókini er drúgvur. Fyrstu, ið verða nevnd eru Johannes Jensen, Guðrið Højgaard, Súsanna Sørensen og Levi Hanssen. Í Havn eru tað Pál Weihe og Julianna Klett, ein heil bók kundi verið skrivað um Jón Tyril, Kristian Blak og tónleik, heldur rithøvundurin, og so er tað stuttligasti setningur í øllum takkarlistanum: ” Political and historical insights were provided over several years by the redoubtable Magni Arge - hjartans tøkk til tykkum øll , sigur Tim Ecott á føroyskum á síðu 278, sum er hin seinasta í bókini innan bókmentalistin kemur fyri. Har hefti eg meg við, at hann hevur lisið klassisku ferðasøgurnar hjá Elizabeth Taylor og lyftir fram eina grein hjá Ingvar Svanberg í Journal of Ethnobiology and Ethnomedicine um ræstan fisk í 2015: Air-dried fermented fish the Faroese way.  Karismatisk dynamo í Gøtu Michael Bjørkær er drívmegin í køkinum og millum borðini í Brimborg við Gøtugjógv. Tað er leygarkvøld og fult av fólk er í matstovuni. Lokaliseringsteori er ikki sum at siga tað, og tó. Her í Gøtu koyra fýratúsund bilar fram við um dagin og tíggjutúsund fólk kunnu náast við eini nýggjari tænastu. Upplandið er stórt og gávumilt og rávørurnar tróta ikki. Vit eru millum tvey saltfiskavirki, her eru pelagisk virki, sildavirki og bøndur, fyri ikki um at tala høvdavirkið hjá Eiriki á Húsamørk, sum hevur blást nýtt lív í handilin hjá abbanum Haldor, her posthús, banki og tríggjar skúlastovur hava verið beint við gjónna við Gøtugjógv. Tað er myrkt, so sýnið út á Gøtuvík má bíða til eina aðru ferð. Eirikur hevur ætlanir um at hava matstovu í øllum húsunum, við balkong og fríum sýni yvir víkina. Tað byrjaði við take away og rotisserie ovni at steikja høsnarungar í, sigur Eirikur og fortelur um spennandi og oftani serstakliga avbjóðandi royndirnar hann hevur sum íverksetari, eisini í Afrika við vápnaðum vaktum.  Men tað var sum einki, samanborið við tá hann hevði verið í Hetlandi og flett, og kom aftur við fullum bili av krovum til eginnýtslu. Tað var ein avbjóðing hjá tollarunum. Vit eru í Gøtu, her fakfelagsrørslan byrjaði, og eingin fer av vegnum fyri eini ætlan, sum í løtuni tykist skilagóð. Eg má sanna, at uttan íverksætarar var lívið fátækt. Ikki bara í Gøtu, men í øllum landinum. Danski kokkurin, Michael, sum eisini er slaktari, er komin úr Noregi, haðani hann hevur ein kokkamedhjálpara við. Anja stendur fyri matstovuni og borðreiðir, her vit sita millum Gøtufólk í rúminum, har banki var fyrr. Á veggunum eru søguligar myndir frá Gøtugjógv, serliga av skúlanum. Hvítur dúkur er á borðinum og eitt glas av prosecco er tað fyrsta, Anja skeinkir. Hetta er einasti veitingarstaður í Gøtu við fullum skeinkiloyvi. Michael, sum dyrkar minimalismu, sigur at grønmeti er stórsta avbjóðingin í Gøtu. Fyrsti rættur er bleytkókað, pochera, egg.  Eitt gott glas av svalligum Riesling hvítvíni úr Colmar kemur á borðið afturvið einum stórum tallerki við laksi, tilgjørdur eftir sushi stílinum við smakksterkum dippum til vinstru. - Eg geri jú ikki grýturættir, sigur stuttligi kokkurin. Eirikur grínur og tosar um gamla stílin at eta svartfugl við egnum knívi. - Gera vit ikki tað til eina siðvenju, so doyr tað út, sigur hann og nevnir matstovuætlanir við stórhvalabúffi og lomviga. Tað skulu fólk fáa her. Ja, kanska fer at bera til at koyra lomviga í rotesserie ovnin, sum Eirikur keypti frá Konrad í Havn. Afturvið feskum jomfrúhummara fáa vit eitt glas av Chablis. Tað heilt serliga er sóljugula dyppið við habanero kili, sum liggur leingi á. So er reytt vín frá Provance í gløsunum, sum ein smakksterk upptakt til ein bolla við muskosoksa í góðum soði, kryddað við lime, sesamfræi og eini súrligari blómu omaná. Her avdúkar kokkurin, at hann eisini er slaktari og veit nógv um muskosoksa, geitir og seyð. - Men her er so langt millum trøini, sigur Michael, og lovar at nú fáa vit eina funky uppliving at skola góman við. Granntræ, rósmarin, myntu og ginn frá Einar, fryst niður í eina sjokulátulíknandi medaljón. Reyða vínið er nú ein Zenato valpolicella, sum gevur okkum høvið at tosa um Vivino, ið eisini hevur familiérar røtur her í Gøtu. Høvuðsrætturin hjá Michael er ein sevjumikil sneið av rygglundum, sum hann á eyðkenda minimalistiska mátan hevur lagt á borðiskin. Nú er tað Amarone, sum Anja skonkir í gløsini afturvið spanskum osti og keks frá Bornholm. At enda fá vit søtt Sauterne í gløsini afturvið brownies eftir egnari uppskrift úr Onglandi.  Omaná fáa vit eitt glas við Eirikskaffi, sum er lokali varianturin av Irish Coffe. Niður av loftinum, har nógv fólk hava sitið, koma fólk úr Gana og Nigeria. Tey hava nógv at tosa við Eirik um. Prátið gongur lívligt og vit fáa eina Black Sheep í lumman. - Tað er jú langt til Havnar, sigur Eirikur, sum sjónliga er fegin um kokkin Michael og hansara avrik her í Gøtu. Er endamálið at verða síðst? Í gjár, leygardag, setti almenna Kringvarpið alla orku inn á fótbóltsítróttina, bara fyri at prógva, at fótbóltur er yvirmett undirhald. Serstakliga nógv yvirmett, fyri ikki at siga sjúkliga yvirmett. Men henda menniskjansliga feilmeting av undirhaldi, sum við almennari hjálp flytir nógvar pengar, er ikki tað mest áhugaverda í miðlalandslagnum. Henda sama dag vóru privatir netmiðlar teir fyrstu at siga frá um eina vanlukku, sum kundi havt verið av teim størstu á okkara leiðum, og um at sama skip, tí tað var tað, tað galt, ein møgulig skipsvanlukka við einum risa marglætisskipi, Viking Sky, sum fýra ferðir skal vitja okkum við ivasamari oljumongd og enn ivasamari motorum. Ein lítil hissinistubbi var klokkan seks, men ein arbeiðsdag ella so, sjey tímar seinni enn privatu netmiðlarnir, kundi almenna Netvarpið kunngera eina mynd, ikki av sentrala skipinum, sum søgan var um, men einum lítlum fraktskipi, sum kom sær uppí vanlukkuna og bjargingarroyndina og bara gjørdi alt verri, sí myndina ovast. Eitt er, at verða síðstur í tíðindaflutningi, helst tí at menniskjansliga vaktarskipanin ikki passar til faktiska miðlaveruleikan, annað er at almannavarpið heldur ikki fylgir eins almenna Málráðnum, tá ræður um nøvn á londum. Meðan Málráðið sigur Noreg um tað landið, tvíheldur Kringvarpið um Norra, sum ikki er ein møguleiki hjá Málráðnum, sum annars hátíðarheldur Hammershaimb í dag. Hinvegin akta privatu netmiðlarnir ráðini frá Málráðnum. Argumentini fyri at varðveita eina almenna fjølmiðlaskipan við tíðindum og undirhaldi byrja at tódna. Álvarsliga at tódna. Um triði verðaldarbardagi byrjar ein leygardag klokkan tvey, so eigur Kringvarpið at endurskoða vaktarskipanina, heldur enn at fjasa við yvirmettan fótbólt. PS! Út á dagin í dag, sunnudag, hava teir báðir, Kári og Georg, havt fínar reportasjur við støði í somu hending, men við føroyskum vinkli. Frálíkt! Kringvarp av fyrstu parkett Kringvarpið av fyrstu parkett, bæði í útvarpi og sjónvarpi, tað havi eg ikki roynt í mong ár. Men í dag varð tað. Og tó byrjaði tað við eini fyriboðan í gjárkvøldið, tá danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, hevði eina statesman røðu, sum fekk meg at støðga á, hóast eg var á veg í biograf at síggja nýggja danska terrorfilmin Krudttønden . Heimliga støðan, mest sum undantaksstøða, gav filminum ein brodd, sum gjørdi hann autentiskt viðkomandi millum Charlie Hebdo í París og hendingina í Keypmannahavn fyri bara fimm árum síðan. Tí vóru vónir og væntanir til løgmansrøðuna til fólkið í morgun sera stórar. Men innan vit komu so langt, skuldu vit dragast gjøgnum morgunprát í útvarpinum um Tattoo Óla í Nýhavnini, sum kundi halda fram, tað var einasta prát fyri klokkan átta, og eitt illusoriskt prát um eina framsýning ella ráðstevnu um dálking, sum ikki bleiv í grannahúsinum. Sindur mattur, ófokuseraður og lítið viðkomandi tómgangsmorgun í útvarpinum, munin verri enn tað, eg plagi at gáa um, tá varpið stendur frá. Ella væntaði eg bara meir. Men so nærkaðust vit okkum klokkan tíggju og løgmansrøðuni til fólkið. Og tá átti sjónvarpið restina av degnum, heilt út á kvøldið. So heimliga funderað sjónvarp havi eg ikki upplivað fyrr. Má siga, at hetta varð dagurin, har sjónvarpið, sum kom so skeivt í verðina, bleiv føroyskt. Tað hevur útvarpið altíð verið, men aldri áður havi eg varnast, at okkara sjóvarp er blivið føroyskt. Føroyskt í øllum liðum. Havi fyrr í vikuni varnast at John Johannesen hevur sitið við heimasíðuni hjá Kringvarpinum og dagført, sum sæst á myndini hjá Bjarna Árting Rubeksen omanfyri. Tað hevur verið avgjørt veikasta síðan hjá Kringvarpinum, heimasíðan, og so títtleikin og relevansurin, sum um vikuskiftini púra fellir burtur, og annars er ógvuliga ójøvn, fyri ikki at siga tilvildarlig, alt eftir hvør hevur vakt ella traðkar í karakter og ofrar seg fyri eitt smámál ella ein heimstað, sum púrt einki hevur við eitt tíðindaflow av public service slagnum at gera. Meðan tíðindafundurin hjá løgmanni og øllum teimum er í Tinganesi, laivbloggar Jón Brian Hvidtfelt frá fundinum. Tað sæst, at hann er vandin fundarskrivari, sum hevur eygað og fingur fyri tí, sum hevur týdning. Á denn tænasta. Og eg meini tað, tí eg havi aldri verið so ovfarin av so væl fyrireikaðari miðling í Kringvarpinum í øllum liðum. Heimasíðan verður skjótt og væl dagførd við brúkaranum í fokus, avmáldum teksti til hvørt endamál og góðum matchandi nýtiknum myndum. Betri public service verður tað ikki á hesum palli, heimasíðuni. Út á dagin er heilsufremjandi ítróttin í fokus, og tann likamligi missur, nú hon er útsett og kann henda avlýst, ítróttin. Gremjanin um likamliga forfallið er so graverandi djúptøkin, at kallað er til neyðfund. Men tá spurt verður um ítróttarligu avleiðingarnar, nú brúnasíðir menn ikki sleppa at sparka bólt, er einasta svar: mistar inntøkur. MISTAR INNTØKUR. Ógiligar avleiðingar fyri Christian og FIFA. Og eg sum helt, at fótbóltur fyri menn var ein ítrótt, sum kommunan av heilsuligum ávum spýtti nógvan, øgiliga nógvan, kommunalan skattapening í. Men gakk, tað er bara pengar tað snýr seg um. Akkurát sum cruise skipini. Bara pengar. Men hvussu nógvar, tað fekk eg ikki at vita. Heldur ikki frá Tobba í Runavík, sum Marjun tráspurdi. Stjørnan allan dagin, sjónvarpsstjørnan í zenit, var John Johannessen. Fyri tað fyrsta má eg siga, at hann riggar so væl í hesum leikluti sum sjónvarpsvertur, at eg vildi ikki betonkt meg við at type casta hann til eina nýinnspæling av The Graduate í leiklutinum sum Dustin Hoffmann, ella sum George Clooney í eini skarpari nýinnspæling av Syriana . Hann hevur star quality, John. Framtóning, figurur, rødd og so tær ævigu rørslurnar við hondini, sum allir sjónvarpsvertir, serliga menn, hava so trupult við, tær hevur John funnið og gjørt til sínar egnu, handarørslurnar. Barbara Holm, sum sæst í ørsmáum løtum, m.a. tá hon setur nærgangandi og vælundirbygdar spurningar í Tinganesi, hevur somu dygdir. Tey tykjast vera eitt gott sjónvarpstíðindatoymi, John og Barbara, tí hetta kollektiva úrslit havi eg ikki sæð fyrr í føroyskum sjónvarpi. Myndafólkini hava eisini ein stuttligan studiomøguleika at avmaska myndina, so hon er við ella uttan tær eyðsýndu reyðu duck feets undur báðum talarstólunum. Og so kemur eitt enn størri frambrot í søgu sjónvarpsins: coronavirus til børn. Eisini her blendar hann inn, púra seamless. Barnaredaktiónin hevur við vitan og spælandi forvitni leikað seg inn í hugan hjá ørkymlaða barninum í hesum ófrættakendu koronadøgum. Vitan er ikki deyð vitan, sum verður doserað niður í høvdið, nei vitan er ein kelda til undran um Kina og flogmýs og reinføri - og at skilja umhugsni og fyrivarni, har vit lofta hinum. Ikki bara ommum og abbum á ellisheimi, nei eisini javnaldrum her og nú, sum ikki tola at blíva smittað, tí tey eru veik. Soleiðis er tað. Henda søgan gekk beint inn. Hon brendi í gjøgnum og skapti vitan, sum helst svarar til fleiri skúlaár. Í hvussu er í livfrøði. Nemandi gott. Identifiserandi gott. Og nú kom tulkmálstýddi tíðindafundurin hjá løgmanni í morgun aftur, hesu ferð enntá við teksti. Ringast kláraðu tey í Tinganesi seg á tíðindfundinum, og eins illa kláraðu tey frá Atlantsflogi seg í hesum Kringvarpsdegi. Einsamalli stjórin í Smyril Line klárði seg framúr hóast eg bara hoyrdi hann í telefon og hann tyktist mær vera eitt sindur tungur fyri málinum. Allíkavæl kláraði hann seg einsamallur munin betri enn liðið hjá teimum í Tinganesi og Atlantsflogi, sum í báðum førum hava fleiri professionell spuna- og miðlafólk. Hetta var dagurin tá sjónvarpið hjá Kringvarpinum bleiv føroyskt og tænti øllum. Hurrá og til lukku - dream team KvF! Mitt í havsins hjarta: Savio goes escabeche Nú lata vit upp aftur. Mikukvøldið og hóskvøldið vístu Dánjal og Hans Petur nýggja filmin um Ingálv av Reyni fyri fulsettum hølum í Havnar Bio, og fríggjakvøldið bjóðaðu John, Savio, Tróndur og Sofía, sum síggjast omanfyri, nýggja matskrá á einastu fiskamatstovu í landinum, Barbara Fish House, har tey fyrstu ferð í gastronomisku søgu Føroya bjóðaðu lodnu! Eftir breyð úr súrdeiggi og eitt svalligt glas av cava úr Barcelona uppdaga vit at matskráin ikki hevur ligið í koronadvala, men er beint fram kollvelt við greiðari iberiskari inspiratión. Sofía kemur við havtasku ceviche, køldum salati, og lodnu escabeche á minna borðiskinunum í hennara vinstru hond, uppisjóvarfeskt úr íslendskum sjógvi frá Pelagos í Fuglafirði, og eftir uppskrift frá Savio úr Goa í India.  Hann hevur starvast her í trý ár og hevur við hepnari hond eksperimenterað við fiski og skjeljadjórum av okkara leiðum. Tað hevur hepnast so væl, at matskráin er lyft á so eksotiskt høgt støði, at tú frá fyrstu løtu kennir teg sum ferðafólk í egnum landi, borin á lógvum, samstundis sum kínt verður fyri hvørjum smakksansi beint úr tí heimliga. Føroyar eru opnar aftur og bjóða eina symfoni av tí allar besta úr havsins feska ríkidømi, ein yvirlitstroling, sum eg hvørki havi sæð ella smakka fyrr, so góð er hon. Og at seta nýskaptu tænastuveitingina í rættan karm, ríkja gólvbrettini so listilgia, meðan Sofía og John ganga okkum til handa við mati og drekka. Lodnuangin, sum Petter Dass yrkir um í Nordlands Trompet, fer eina lítla løtu fram við nasunum, og so er at smakka fyri fyrstu ferð á føroyskum borði. Lakin er smakksterkur við kili og tomat. Havtaskan er bleytari við jákupsskelslíknandi kjøtkonsistensi, sum er korianderkryddað og borðreidd við nøtum og sitrón, leskiligt og fremmant sum ein Miðjarðarhavsferð avmált og javnvigað við úrvalshvítvíni, sum við nøtuanga er kremut undir gómanum.  So kemur John Mikkelsen við einum millumrætti. Tað eru bacalaokrokettir við bankatoski frá Vaðhorni, sum Johan hevur í hondini og lyftur fram. Hvítvínið leggur seg aftur undir góman, kremut og við eftirsmakki av nøtum. Fyri at sitera týska sosiologiska námsfrøðingin, Thomas Ziehe, er hetta "god anderledeshed", sum skandinaviskir týðarar siga. So kemur klassiska bankavínið úr Galisia á borðið. Afturvið er jákupsskel, spillfesk frá Guttormi, við salsa, snerktum jomfrúhummarum og dampaðum kræklingum afturvið. Tríggir borðiskar, har soðið í kræklingafatinum er so vælsmakkandi, at tað fær besta støðumet frá okkum øllum, sum sita við borðið. Í soðnum, sum vit dippa súrdeiggjsbreyðið í, er roykt chorizopylsa.  Í køkinum á loftinum síggi eg, at tað er Tróndur, ið hevur smakka henda undurfulla rættin til. Nýtt og gott, helst hástøkk á allar matskránni og ein kærkomin avloysari av fiskasúpanini, sum var vorðin nakað tunnlig. Hetta er framúr nýskapandi. Ikki minst um ein lítil síðubolli var, so soðið kundi verið notið sum súpan. So boðar rundfylta glasið við gardintjúkkum spanskum Nelin hvítvíni frá, at nú nærkast vit høvuðsrættinum, sum er heimlig havtaska við pilpil, epli og grønum bønum.  Omana er kaffi, flan dessert og søtt vín frá Stellanbosch í Constantia í Suðurafrika. Seinasti prikkur yvir i’ið er calvados frá Christian Drouin úr Normandínum, sum sjálvur lat seg hugtaka av gjónni við Gjógv, tá hann vitjaði her í 2017. So leiðir John okkum gjøgnum skipið, ja tað er sum at ganga upp og niður gjøgnum leytarar, meðan brettini geva seg og ríkja í báðum borðum. Og bráddliga stendur Kristin Danbjørg Heinesen á brúnni og skeinkir eina turra kirsbuberja lambic, spontanbryggjað í Belgia, afturvið eini kolasvartari stout, ið smakkar av sjokulátu og kaffi. Betri verður tað ikki heima í Havn. Eftir eitt ára koronastongsil er býurin nú alment opin aftur. Og hann hevur nógv at bjóða, matstovubýurin heima í Havn. Tjóðleikhús á bygd Ja, eitt tjóðleikhús á bygd, hvat tá. Tað er umvenda andstøðusjónarmiðið á Tingi. Kom í tankar um okkara frálíka lærara í linjufakinum samtíðarkunning, Hans Holm. Tá onkur í almenna rúminum plagdi at skjóta upp okkurt, sum var heilt við síðuna av ástøðinum um The Economic Man og marknaðartreytum og -viðurskiftum, so plagdi hann turrisliga at leggja afturat: - Hasin hevur so ikki lisið gemena lokaliseringsteori! Hinvegin, so er dysturin millum andstøðu og samgongu so simplifiseraður síðan landið bleiv eitt valdømi, at skjeyt sambandsflokkurin upp, at nú taka vit loysing, so hevði Tjóðveldi heilt vist stemmað uppskotið niður. Langt niður. Men tað øvuta kundi eisini verið gjørt. Bara fyri at umvenda andstøðuna. Polarisering - at krossa sær skógvarnar Her eru skógvarnir at renna runt um Agnið í og so yvir til nýggja krossin hjá Tróndi á Høganesi. Teir komu á marknaðin í gjár undir merkinum hjá Nike og við heitinum Satan Shoes. Í sólanum er ein dropi av menniskjablóði, gjørdir eru 666 skógvar, teir kosta 1.018 dollarar, á hvørjum skógvi eru krossar og anagramm, og víst verður til Bíbliuørindið 10:18 hjá Lukasi.  Í eini verð, sum meir enn nakrantíð er borin fram og hildin uppi av polariserandi átøkum millum rætt og skevt, og ímyndum, sum í mínum eygum grava djúpar veitir, tí átøkini í størri mun enn nakrantíð peika á hini mótvegis okkum, og harvið alla tíðina hava gongd í eini útskúgving, er brúk fyri nýggjari navigatión, at vita hvørjum tulkingarfelagsskapi tú sjálvur ert í. Meir enn nakrantíð. - Hvat er hetta fyri nakað, var mín fyrsti tanki, tá BBC bar hesi tíðindi um 666 blóðskógvar frá Nike í morgun. Fekk ein grumman mistanka um, at hetta var rein menniskjanslig forfengiligheit, akkurát sum krossurin, sum ein fólkakirkjuprestur vil seta á Eysturoy, so øll síggja. At telgja sær gudar, so ein sjalvur kann signalera, hvørjum tulkingarfelagsskapi ein sjálvur er í. Mistankin var rættur. Tað er tað reina PR, public relations, ein merkantil trongd at gera vart við seg, tí nú er ein nýggj vøra á marknaðinum, immateriell ella ítøkilig. Tað er 21 ára gamli amerikansk rapparin Lil Nas X, sum hevur fingið listafólkini MSCHF at brúka 666 eintøk av einum Nike skógvi, sum eitir Air Max 97, at marknaðarføra nýggja sangin Montero (Call me by your name), sum kom á YouTube fríggjadagin. Skógvarnir vórðu seldur eftir einum minutti. Men so kemur fram, at fyritøkan Nike er blivin misbrúkt og leggur sak móti rapparanum, ið hevur so gott tev fyri marknaðarføring. Alt síðan MTV kom fram í 1981 hevur musikkvideo verið ein serstakliga spennandi listagrein, sum fyrstu árini stóð sterk, serliga sædd í eini surreellari listafatan, og bygdi á umbidnar stuttfilmar, sum kendir filmsleikstjórar gjørdu, og so eisini nýggj nøvn sum Michel Gondry, Chris Cunningham, Spike Jonze, F. Gary Gray og Mark Romanek. Men í dag er langt millum musikkvideo, sum finna útbreiðslu í listahøpi. 31 ára gamla Tanu Muino úr Ukraina hevur gjørt filmin, sum fylgir sanginum hjá Lil Nas X, ið er ein ferð eftir eini pole-stong úr himni og niður í helheim, har kendi rapparin er skóleysur, í sandalum og síðan stivlum. Sigst at sangarin upprunaliga hevur verið í Nike skógvunum. Summi halda tað vera stuttligt við polarisering, onnur at tað er púra óneyðugt og hevur keðiligar avleiðingar, serliga fyribrigdið útskúgving. Men ímeðan kunnu vit fylgja við og víðka sjónarringin við sjálvi at rúma, hvussu nógv snedigt er til, og hvussu høgt kjarnupersónarnir sjálvir ganga uppí polarisering. Kanska er tað eitt framtíðar motto: polarisering á pole-stongini.  Ert tú ikki ein av okkum, so ert tú ein av hinum. Hvør syngur fyri tær tá? Quién te cantará , Hvør syngur fyri teg, ella Hvør fer at syngja fyri tær? Nýggi spanski Netflixfilmurin hjá Carlos Vermut (f.1980) er um hina uppspunnu Lila Cassen (Najwa Nimri), sum í nítiárunum var kendasta sangarinnan har í landinum, til hon bráddliga hvarv og eingin hoyrdi frá henni. So ganga tíggju ár, og Lila Cassen ger seg til reiðar at taka pallin aftur og at syngja chansons fyri fólki. Men beint undan at hon skal byrja, er hon fyri eini vanlukku, missur minnið og kennir ongan sang aftur. Akkurát sum Jack Malik (Himesh Patel) í nýggja filminum Yesterday (2019), sum ikki skilir, at hann er hin einasti á lívi, sum minnist Beatles og teirra sangir. Ein onnur kvinna í spanska filminum er Violeta (Eva Llorach), sum hvørt kvøld rýmir frá vaksnu dóttrini, sum ger henni tilveruna ótolandi, dótturin. Einasti uggi hjá Violeta er at fara á karaoke-barr at syngja sangir hjá Lila. Einki ger hana lukkuliga, sum hetta. Meðan Violeta syngur, sum var hon Lila, hoyrir umboðskvinnan hjá sangarinnuni hana. Lila er enn ikki før fyri at syngja, og Violeta verður tí spurd, um hon kann venja og læra Lila at verða aftur sum Lila. Píkarill, sum hetta er gott! Fyrsta er, at Violeta er sum at síggja Onnu Berg Hansen (Maria Rich) í triðja parti av donsku sjónvarpsrøðini Bedrag . Hon hyggur niður og er illa tiltuskað av tilveruni, hóast hon hevur íbornar eginleikar, sum eingin annar. Sjálvt stjórin setur hana til viks, og verður harvið orsøkin til illu Bedrag -søguna. Leita vit í filmsøguni, er henda samanblanding millum tætt knýttar kvinnur, ið onkuntíð eru so tættar, at tær glíða inn í hvørja aðra - og endursiga somu móðir-dóttir søgu, men við mótsættum fortekni, um nær tær byrjaðu at syngja og nær tær góðust av syngja. Sum eg hyggi eftir hesum undrunarsma spanska filmi á Netflix eitt hóskvøld,  Quién te cantará,  varnist eg at kvinnuligi høvuðsleikarin, Najwa Nimri (Lila), er sami leikari, sum var í tí allarmest løgna filmi eg nakrantíð havið sæð. Eisini hann var spanskur og kallaðist Los amantes del Círculo Polar (1998). Heitið í donskum biografum var De elskende ved polarcirklen , og søgan bygdi á palindrom, tað er nøvn, sum kunnu stavast aftanifrá og framífrá og geva okkum sama úrslit. Søgan í tí filminum gongur eisini í ring, og persónarnir krossa lívsleiðirnar hjá hvørjum øðrum, og avtala, eftir at nógv ár eru umliðin, at møtast í Finnlandi undir pólkringinum. Men hvat sigur palindrom-lagnan tá? Og so er spurningurin um alt hetta er tilvild, ella ein lagnufingur er við í spælinum, tá tú tendrar fyri einum filmi, sum tú billar tær inn, at tú sjálvur valdi heima hjá tær sjálvum. Kanska gongur alt í ring og ringanna filmsharri brosar finskur og málar eitt panorama við sjeylittum ælaboga í útsýninum, har eingin sær. Far og hygg. Tí tað er gott at undrast. Sjálvt um tú yvirhøvir ikki skilir søguna. Havnar Bio selt   Hósdagin í farnu viku keyptu Mourits Clementsen og Jógvan Kruse Havnar Bio, sum er einasti biografur í Havn.  Í fýra ár hava teir báðir rikið Terminal.fo, sum hevur nógv viðskiftafólk í økinum.  - Vit síggja stórar møguleikar við keypinum, sigur Mourits í samrøðu við Birkblog í morgun.  - Eitt tað fyrsta er at stytta um bíðirøðirnar í kioskini, og so fara vit at royna at finna nýggjar møguleikar fyri bæði barnabio og eldrabio, sigur Mourits, sum eisini er spentur at halda fram við tí góða samstarvi, sum biografurin í mong ár hevur havt við Filmsfelagið.  Mourits hevur kallað øll starvsfólkini til fund um nýggju eigaravirðurskiftini beint eftir døgurða í dag. Hin nýggi eigarin, Jógvan Kruse, er í løtuni borgarstjóri í Sunda kommunu. Jákup Eli Jacobsen hevur staðið fyri Havnar Bio síðan 7. juni 1993. Tvær sýningarhøllir eru í biografinum, sum varð bygdur í 1960, og helst er einasti bygningur, ið er gjørdur til biograf. Tað var júst har, at Filmsfelagið varð stovnað í 1963. Mikukvøldið fer Ulrich Thomsen, sum er Hannis Martinson í sjónvarpsrøðini Trom, at innleiða nýggja filmin "Gutterbee", sum hann hevur gjørt í Amerika. Tann sýningi byrjar klokkan 20:30, sum er ein hálvan tíma seinni enn áður lýst. Filmsfelagið skipar fyri hesi sýning. Mikudagin 7. apríl fer Filmsfelagið at vísa "Nomadland", sum er í uppskoti at fáa seks Oscarvirðislønir. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar. Leikluturin er at kuratera, sum tey siga í event- og savnsverðini. Nýggju eigarunum verður ynskt góða eydnu! Tari frá Agnes     Tað grør um gangandi fót í fyritøkuni TARI. Agnes Mols Mortensen, sum saman við beiggjanum Mortan Mols Mortensen hevur fyritøkuna, sæst her í taraklekjarínum. Tey hava samstarvað við Føroya Bjór í Klaksvík um nýggju beikst-sterku sitrus ølina av India Pale Ale slagnum, sum hevur fingið heitið North Atlantic IPA . Taraslagið er søl (Palmaria palmata). Agnes sigur, at klekjaríðið stendur beint nú í Nesvík. - Vit klekja tara inni á økinum hjá Fiskaaling, ið hevur aliloyvi til tara. Men vit søkja um okkara egna aliloyvi til tara á landi í Fámjin. Og tað vóna vit at vit fáa, sigur Agnes Mols Mortensen. Etikettin á nýggju ølini er blá við norðlýsinum á. Umframt føroyska taran, er føroyskt byggmalt sett til, upplýsir Annika Waag, sum er góðsku- og framleiðsluleiðari á Føroya Bjór. Ølin, ella ølurin, sum gamlir havnarmenn søgdu, er bryggjað eftir tí gamla enska IPA-háttinum, ið er nakað beiskari enn vanliga pilsnarølin, sum er fremsta konsumøl kring allan heim, serliga til konsertir og fótbóltsdystir í hitanum. Hóast beiskt-smakksterk við einum greiðum smakki av sitrus, er nýggja ølin løtt og leskilig í smakki, ikki ólík kalifornisku Sierra Nevada IPA. Styrkin er 5,8% og ølin er gjørd úr fýra ymsum humlusløgum, teirra millum citra-humluni, sum gevur lætta og frískliga smakkin av sitrusfrukt. Vinterberg inn í stovuna Eftir at danski filmsleikstjórin og dogmegrundarin, Thomas Vinterberg (f.1969), í ár varð skotin upp at fáa bæði Oscarvirðislønina fyri bestu leikstjórn, og fyri besta altjóða film, "Druk", hevur Grand Hjemmebio savnað hansara týdningarmestu filmar, so til ber at síggja teir heima í sofuni.  Tað var í Grand Biografinum, at Vinterberg vísti fyrsta filmin, "Sneblind", í 1990. Tá hevði hevði hann arbeitt við filminum í fýra ár. Sigst, at júst hesin filmur varð orsøkin til, at yngsti næmingur nakrantíð slapp inn á danska Filmskúlan og gjørdist leikstjóri.  Júst hetta hevur drivið Grand biografin, sum eins og aðrir danskir biografar er stongdur til 6. mai, at savna filmarnar, so teir eru tøkir at stroyma heima meðan koronastongsil er.  Oscarhandanin verður í ár á flaggdegnum 25. apríl.  "Nomadland", sum í seks førum er skotin upp at fáa eina Oscarvirðsløn, verður vístur í Filmsfelagnum longu 7. apríl. Her kunnu filmarnir hjá Thomas Vinterberg stroymast í Føroyum.   Majken vil eisini hava biograf Í Vági vil Majken Súsanna Gaard eisini hava biograf, so hon kann síggja film í felag, eins og tey, ið hava sama áhuga norðanfjørðs. - Mær hevur altíð dámt væl at ganga í biograf og eg haldi, at tað er sera harmiligt, at ongin biografur er í Suðuroy. Sjálvandi ber til at fara norður um fjørð í biograf, men sýningarnar passa ofta illa við ferðaætlanina hjá Smyrli, so suðringar mugu liggja nátt norðanfyri og leggja arbeiðið niður fyri at sleppa í biograf, sigur Majken, sum ætlar at gera nakað við støðuna. - Í næstum fara vit at hava ein kunnandi fund um møguleikarnir at síggja filmar í biografi ella líknandi. Vit hava fleiri egnaði høli her suðuri og eg haldi, at fólk hava áhuga í at síggja góðar filmar í felag. Vit fara í øllum førðum at kanna møguleikarnir við loyvum og tílíkum og vita, um áhugi er fyri at stovna eitt filmsfelag her suðuri sigur Majken Súsanna Gaard í Vági. Nýggjastu vísitøl úr høvuðsstaðarbiografinum, Havnar Bio, benda á, at fleiri og fleiri ganga í biograf. Soleiðis er eisini úti um landið, har greitt er, at fólk eisini vilja síggja nýggjan listaliga áhugaverdan film. Atlantis Bio í Klaksvík vísir spildurnýggjan film, sum kræsni biografgangarin javnt og samt vil síggja, og Løkshøll í Runavík ger av og á tað sama. Í Vágum og Suðuroy hava tey eisini hug at fara undir biografdrift aftur, tí nú slepst undan tungu filmsrullunum, sum fyrr skuldu fraktast aftur og fram við skipi millum Føroyar og Danmark. Í dag er nógv lættari. Ja, sjálvt umborð á flogførunum hjá Atlantsflogi ber til at síggja film. Einasta sýning við Oscarvinnaranum  Moonlight  er har umborð. Til ber at fáa fatur á nýggjastu filmum og vísa teir sama dag, sum úti í heimi, onkuntíð fyrr, bara loyvið er í lagi. Men samstundis sum allir møguleikar eru opnir at vísa júst tann filmin, tú vilt, eru sýningarnar undir størri eftirlitið enn nakrantíð. Hóast goymdur í skýnum, kann talgildi filmurin bara fáast frá rætta útleigaranum í okkara øki, og bilettskipanin skal verða knýtt at sýningini og avtalaða degnum, so útleigarin kann fylgja við og fáa sítt. Innihaldsligt eftirlit er ikki longur, men biografloyvi, sum Mentamálaráðið umsitur og eftirmetir, skal haldast. Fara vit hálva øld aftur í tíð, gingu føroyingar oftari í biograf enn skandinavar, men ikki so ofta sum íslendingar. Tað benda tølini í ársfrágreiðingunum hjá Ríkisumboðnum á, heilt fram til 1979, tá ólógligu sjónvarpsfeløgini tóku seg fram og fóru at spræna film og sjónvarpsrøðir í allar ættir. Hetta helt á til 1984 tá Sjónvarp Føroya bleiv ein lógligur stovnur, sum millum annað sendi film. Henda brandólógliga gongd sló botnin undan biografunum og mest sum øllum frítíðarvirksemi. Einasti biografur í áttatiárunum var eina tíð Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum, har Filmsfelagið hevði regluligar sunnudagssýningar frá 1984 og knapt tíggju ár fram. Í meðan varð Havnar Bio brúkt til bingo og upptøkurúm hjá sjónvarpinum. So tendraði biografmaskinan aftur og Havnar Bio gjørdist biografur burturav. Tað var til hetta endamál, at húsini vórðu bygd í 1962. Tá, og í somu hølum, varð Filmsfelagið stovnað. Í dag er Filmsfelagið eitt kuraterandi áhugafelag, har einki krav er um limaskap. Filmsfelagið stuðlar upp undir tankan um at ganga í biograf, og at síggja listaliga áhugaverdan film í felag, so sum høvið á staðnum er. Eisini í Vági, har Majken Súsanna Gaard vil hava biograf, so hon kann síggja film í felag, eins og tey, ið hava sama áhuga norðanfjørðs. Fríggjadagur svarti Veit ikki, um tað var súmbolskt, at urið steðgaði í morgun, so eg varð noyddur at keypa nýtt battarí, fríggjadagin svarta.  Tað hevði eg ikki ætlað.  Ikki vegna almennu smittustøðuna, men heldur av privatum brúkaraávum, tí mær tørvar ikki nakað, sum kann innfríast í mammonstýrdum brúkaratemplum, downtown.  Uttan eitt battarí.  Mongum brestur ætlan.  Brúkarafestin er byrjað og eg havi brotið lyftið um einki at keypa. Haldi, tað er besta orðing til eina handilslýsing í dag: Keyp einki og spar alt. Morguntíðindini hjá BBC bendu á, at aftur í ár ætla leysu arbeiðsfólkini hjá Amazon at leggja arbeiðið niður sum mótmæli móti handilsvinnuni og meiningsleysari brúkarismu.  Og tó, gera tey tað, so standa tímaløntu arbeiðsfólkini, um tey yvirhøvur hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í bretska stórbýnum, longu og bíða ótolin at útinna títt meiningsleysa arbeiði fyri heimsins ríkasta mann. Við støði í øllum framkomnum skúlabókum læra vit annars í søgutímanum, at trælatíðin er langt síðan dømd úti, og at vit hava altjóða stovnar, sum síggja til, at børn ikki verða send til arbeiðis, hvørki í kolanámum ella á ruskplássum í menningarlondum. Nú skal fjálga menniskjan, og ikki miskunarleysa brúkaradýrið, verða í miðdeplinum. Í hvussu er her hjá okkum í vælstillaða Vesturheiminum nú halgan stundar til. Men er tað so? Sært tú nógvan film, so rennur tú teg fyrr ella seinni í bretska sosialrealismu, so sum Ken Loach og Mike Leigh lýsa hana í nútíðar stórbýum. Nýggjasti filmur hjá Ken Loach, sum eg havi sæð, er Sorry, we missed you (2019). Har fylgja vit einum ungum húski, sum sigur okkum alt um, hvat fátækraváði er og hvørji mørkini eru. Men so kennir maðurin seg vælsignaðan, tí hann hevur fingið arbeiði frá Amazon. Tað heldur hann í hvussu er, tí hann er sloppin at koyra pakkar út fyri heimsins ríkasta mann. Men hov, skalt tú arbeiða her, so skalt tú hava tín egna bil og tín egna gjaldsterminal. Amboðini kosta og lønin er bundin at tínum egna avriki, sum verður mált eftir, hvussu skjótt tú kanst bera pakkar út í einum ásettum býarøki. Nú ert tú ein pengagenerator í fríu vinnuni.  Meðan gerandisliga stórsøgan úr Bretlandi brettir seg út á løriftinum í Havnabiografinum, síggja vit, at konan í fátækrahúskinum kann ikki røkja umsorganararbeiðið fyri tað almenna, tí ráðini eru ikki til annað, enn vøruvognin hjá manninum, sum er bundin at Bezos og hansara smápakkum til stórbýarkundar. Skipanin kallast gig economy, ið merkir, at tú ert tín egni harri, leysur av øllum samfelagsligum ágóðum, sum vælferðarsamfelagið hevur ment, alt síðan trælahaldið sambært søgubókunum helt uppat.  Í einum høggi er tað eydnast fremstu fleirtjóða fyritøkum at skera burtur alla søgu um arbeiðaran.  Hóast fyrigyklaða arbeiðið hjá høvuðspersóninum í bretska filminum, er hann sleptur út á havið sum útróðrarmaðurin, ið eftir stravnan dag sleppur at leggja upp í Vágsbotni. Hann er einsamallur, tænastumaðurin, mitt í stórbýnum. Pakkatrælirnir hjá Amazon boða frá verkfalli í Bretlandi í dag. Alt ger mun. Eisini ein svartan fríggjadag. Hugsa um tað, tá tú fert til handils í dag.  Spar alt. Keyp einki. Til lukku Eivør - og Afganistan! Eivør vann tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, sum í kvøld varð handað í Keypmannahavn. Til lukku við henni, virðislønini! Virðislønin er tó minni verd enn hon, sum Sunleif Rasmussen fekk fyri skjótt tjúgu árum síðan. Tá fekk Sunleif 350.000 krónur, meðan Eivør eftir øll hesi ár bara fekk 300.000 krónur. Ótroyttiliga Eivør, um er á konsertferð við føroyskum orkestri, takkaði á enskum. Norðurlendska dómsnevndin grundgav soleiðis á donskum. Afganistan er stóri norðurlendski vinnarin  Danski animeraði heimildarfilmurin Flugt, sum tekur støði í Afganistan, vann filmsvirðislønina. Leikstjórin, Jonas Poher Rasmussen, sæst longst til høgru omanfyri. Filmsfelagið vísti filmin mikudagin 7. juli og segði tá soleiðis um filmin: Danski animeraði heimildarfilmurin, Flugt, er um 36 ára gamla Amin, sum hevur góða útbúgving og er í tryggum starvi. Heimurin stendur ljósur og opin, men tá Kaspar, sum hann í mong ár hevur hildið saman við, skjýtur upp, at teir báðir skulu giftast, verður hann gripin av ótta. Eingin kennir søguna hjá Amin. Skal hann tora at liva lívið fult út, so noyðist hann at gera upp við tað loyndarmál, ið Amin sum barn fekk boð um aldri at siga nøkrum. Í meir enn tjúgu ár hevur hann borið hetta loyndarmál. Uppgerðin við fortíðina leiðir Amin aftur til eydnurík barnaár í 1980’unum í Kabul í Afganistan, har a-ha hoyrast í einum walkman og Jean Claude Van Damme hongur á bróstinum í dreingjakamarinum. Men Amin verður eisini førdur inni í náðileysa borgarakríggið, sum avskeplar trygga og kærleiksfulla gerandisdagin, og verður ein vígvøllur, ið syndrar alt húskið, so einki er eftir. Kríggið sendir 11 ára gamla Amin á eina vandamikla ferð, sum varir í fimm ár, til hann einsamallur er komin til Danmarkar. Leikstjórin, Jonas Poher Rasmussen, møtti Amin í 1990’unum, tá hann kom til lítla vestursælandska býin, har Jonas búi. Animeraði heimildarfilmurin, Flugt, varð frumsýndur á Sundance Film Festival í ár, har hann vann World Cinema Grand Jury Prize. Flugt vann eisini Dragon Award sum besti norðurlendski heimildarfilmur á filmstevnuni í Göteborg í ár. IndieWire heldur í ummæli, at danski Flugt fer at fáa minst eina Oscarvirðisløn. Seinni hevur heimsins elsta filmstíðarrit, Variety, spátt, at Flugt fer at vinna tríggjar Oscarvirðislønir, m.a. sum besti filmur. Bókin: De afghanska sönerna Svenska Elin Persson vann barna- og ungdómsvirðislønina fyri bókina De afghanska sönerna.  Norðurlendska dómsnevndin segði soleiðis um vinnandi bókina. Niðanfyri síggjast allir teir norðurlendsku vinnararnir 2021. Mikudagin 27. november sýnir felagið øllum filmshugaðum føroyingum nýggjasta filmin við 76 ára gomlu fronsku stjørnuni Chaterine Deneuve, ið spælir Claire Darling . Hon hevur gjørt av at selja alt úr húsinum, tí hon vil ikki liva meir. Tað fær dóttrina at undrast og møta mammuni av nýggjum. Ein spildurnyggj men tó klassisk søga við tveimum kvinnum, móðir og dóttir, á filmi og í veruleika. Dagin eftir, hósdagin 28. november, er høvið at síggja og hoyra hin ikki minni klassiska og tó altíð søkjandi og nýskapandi Bruce Sprigsteen, The Boss, sum júst er vorðin 70. Í nýggja heimildarfilminum Western Stars verða vit boðin inn um hjá Bruce Springsteen at hoyra allar 13 sangirnar á nýggju plátuni - eisini við fullum orkestri í hugtakandi umhvørvi, sum er 100 ára gamla fjósið hjá Springsteen sjálvum. Western Stars , sum er fyrsta útgávan hjá The Boss í fimm ár, er ímyndin av eini nýggjari ferð, men samstundis eisini ein leitan aftur til gamlar røtur. Tey evni, hann tekur upp í nýggju sangunum, eru um tíðarleysa kærleikan og longsulin, sum er í at missa, um einsemi, um húskið og um náðileysu samtíðina, ið krevur sítt. Hesi evni verða tvunnin saman við privatum filmsupptøkum, har Springsteen greiðir frá týdninginum, sum hann leggur í nýggju sangirnar. Wester Stars verður sýndur hóskvøldið 28. november í Filmsfelagnum. Forsetaval Amerikanska forsetavalið er ein veitsla um allan vesturheimin. Á arbeiðsplássinum ótu vit herfyri eina lagkøku afturvið einum fyrilestri um amerikansku valskipanina, har eg skar mær eyguni út av Trump at eta, sum eitt illavorið omen og varsil um óeydnu, hansara vegna, til valið. Eyguni á Trump. Carsten Jensen, sum eg plagdi at lesa í Alt For Dameren í 70'unum, skrivaði á Facebook í morgun, at hetta er ikki bara týdningarmesta valið í søguni, men at sjálvur dagurin, dagurin í dag, er hin týdningarmesti í lívinum. Hinvegin sendi ein amerikanskur vinur í Michigan, sum herfyri var í Bø og restini av Føroyum og fotograferaði við dronu og alskyns tólum, mynd av einum valseðili, sum hann hevði fylt út og sent til valstaðið, har hann er skrivaður í manntal. Viðmerkingin hjá honum til postaðu myndina er. Politiski spenningurin er giraður til eitt úrval av amerikanskum bjóri úr Rúsuni - og ein einkultari skotskari, fyri at knýta aftur í Evropa, afturvið føroyska sjónvarpinum, sum sendir danskt TV2 sjónvarp. Veit ikki ordiliga, um tað er pínligt ella gott, at hoyra um USA á donskum í Føroyum í dag. Haldi ikki. So í dag kundi eg staðfesta, at almenna Rúsan legði meira fyri til at útinna almenna tænastu á heimligum botni, Amerika viðvíkjandi. Her var úrvalið afturvið danska TV2, sum vit stuðla við føroyskum skattvarpsgjaldi: Fyrsta øl úr Rúsuni er Budweiser 33 cl, 5% fl 17,35 kr Pilsnarøl. Hevði gloymt, hvussu væl henda lætta og ljósa øl smakkaði. Ljósan, gyltan lit. Løtt og frísklig við miðal beiskleika. Ein frálík byrjunarøl til milt kryddaða høsnasuppu, køld epli og laks frá í gjár. Framúr match, tá tað skal vera amerikanskt. Onnur øl er frá Grand Rapids, Michigan bryggjarínum Founders Centennial IPA 33 cl fl, 7,2% 28,00 kr USA/IPA. Smakkurin er merktur av søtum malti og ber brá av sitrus við nakað av humlu, sigur Rúsan. Serliga sitrus smakkurin er góður og týðuligur eftir kalda eplið og laksabitan frammanundan. Framúr perspektiverandi framhald av fyrru ølini. Triðja øl er Sierra Nevada Pale Ale 35 cl, 5,6% fl 28,40 kr Pale Ale frá fongsilsbýnum Chico í California. Angar av humlu. Smakkurin hevur eitt gott bland av humlu og sitrus. Hóskar væl til kryddaðan mat og passar sum fótur í hosu til tex mex tacos við markantum purleyki og dempandi avokado, serverað í taco tabs, frá Santa Maria. Saman við ølini merkist markanta kryddið fremst í tunguspíðsinum. Sierra Nevada er mín favoritt øl yvirhøvur, alt síðan eg byrjaði at ferðast í USA. Hon heldur enn. Gullhornið er næsti kappingarneyti. Stuttligasta øluppliving í Føroyum var at fáa Sierra Nevada av krana í Hvonn fyri mongum árum síðan. Fjórða øl er Lagunitas IPA 6,2% 35,5 cl fl 32,00 kr IPA - American. Frá heimbýnum hjá Skúvoyarmálaranum Hans Skálagarð, Petaluma í California. Hóast ljós er hon myrkari í smakkinum, men við grynri og flatligari eftirsmakki, hóast ein greiður ferili er av gamla Senta, sum tú úr fløtum blonkum posum kundi leggja á tunguna og smakka mint og lakress. Ein kontant øl, men ov grunn, samanborin við Sierra Nevada. Fimta øl er aftur frá Grand Rapids, Michigan bryggjarínum Founders Kentucky Breakfast Stout 12,3% 35,5 cl 61,15 kr Stout - American Imperial / Double. Ein brúnskúmandi fullfeit omaná-øl, ella desert-øl, við innbygdum kaffi, sjokulátu og burbon. Sum eitt rokað amerikanskt dessertborð. Frálík eikbjór, sum stendur mát við ovurhonds høga prísin. Nú er tíð til ís og krem. Skotska punk ølin verður at bíða. Hon er ætlað sum ífylla seinni. Sætta og seinasta er ein evropeisk aftaná-øl. Hon er frá Aberdeen, og smakkar sum ein heilur urtagarður úr suðurlondum, fyrst og fremst ananas, sum dagar undan í tí langa eftirsmakkinum, ananas. So hava vit slept USA. Rúsan lýsir ølina soleiðis: Brewdog Punk IPA, 33 cl, 5,6% fl 25,50 kr Ljósan gyltan lit, og angar av tropiskum fruktum. Ein frísk náttúrlig øl, kraftmiklan smakk hevur fruktkenda humlu ið gevur nógvan smakk. Og soleiðis er tað. Tey hava nøs og smakk fyri øli í Rúsini og vitanin og tænastan er í topp meðan føroyska sjónvarpstænastan hetta kvøld var í botni. Eftir er bara at siga: Minst til at deila ølirnar og ansa eftir, at tær ikki verða ov nógvar. Hesar vóru seks til meir enn ein. Framhaldandi gott val, sum vónandi verður greitt í morgin, uttan at nakar fer til hendurs! Niðast seti eg inn nakrar myndir, sum Benjamin Rasmussen slapp at taka í Hvítu Húsunum fyri Time Magazine av Donald Trump, eftir at hann varð tikin í eið sum forseti. Sjálvur situr Benjamin, sum er ættaður úr Klaksvík, í djúpa reyða stólinum á forsetaborgini, og allar niðast hevur hann fotograferð táverandi løgmann, Kaj Leo Holm Johannessen við Hoydalsá úti á Boðanesi í Havn. Stuttflutt ger allan munin Eitt ræst seyðarhøvd frá grannanum, Dániali Jakobsen, lagt upp úr gassgrýtuni hjá Janusi undir ljósareyðum ljósi í grøna vakstarhúsinum hjá Jón og Janu í Hvamminum í Tórsbyrgi. Sindur djevulskt er svidna høvdið á at líta í grøn-reyða ljósinum yvir froðandi dampinum úr undirjarðiska soðnum. Men tað er stuttflutt og longst frá grammleika, ræsta grannahøvdið. Tey eru loysunarorðini, skulu vit tosa um burðardygga gastronomiska vinnu, sum gongur hond í hond við okkara egna ynski um borðreiðing, eitt kvøld tú fert út at eta. Ja, og so ferðavinnuni eisini. Henni, sum víðkar um marknaðin, so vit kunnu hava matstovur gangandi eitt lítið sindur longur út á árið, og sjálvi fáa avleitt virksemi og upplivingar, eisini av tí óvæntaða slagnum sum í hesum føri í Hvamminum. Ikki tí, eg vænti ikki at ferðafólkið leggur seg eftir røstum seyðarhøvdi sum tað fyrsta. Hvørki fyri smakk ella útsjónd. Tað var í heyst, at grannin, Dánial, bjóðaði til feska grind. Tað er sum Skriftin sigur: ”Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur - uttan at vita tað - havt einglar til gestir.” Einki kann sum matur gera menn til einglar. Tað er so vist og satt! Og í dag hevði hann savnað røst seyðarhøvd úr Koltri og Nesi í Hvalba afturvið nýupptiknum eplum til fjúrtan menn. Og so varð einki annað enn salt afturvið. Ræsti høvdakjálkin, ið næstan dettur av beininum, er besti bitin. Tá tílíkt høvi er, geri eg mær frammanundan ørindi í Rúsuna í Miðlon at spyrja, hvat tey vilja mæla til at hava afturvið. - Øl er tað vanliga, men dámar tær reyðvín, so kanst tú royna suðurafrikanskt úr drúvuni Pinotage afturvið sum eitt frukt mótspæl. Tað er kraftmikið, sigur fryntligi Anthony, og vísir mær fleiri aðrar møguleikar, sum eisini eru ymsir í prísi. Dýrast er amarone úr Italia. Eg velji suðurafrikanska Stellenrust, sum hevur smakklýsingina ”Fruktkendan anga av hindberum, kirsiberum og eik. Smakkurin er rúgvumikil og rundur. Hóskar til kryddaðan mat, ræst kjøt royktan mat og kjøt av villdýrum.” At skola svidnasmakkin og ræstu høvdafituna undan gómanum, taki eg eisini ein rabarbulikør frá Einari Waag. Vørulýsingin gongur ikki so nógv uppa smakk, men heldur hvussu likørurin er gjørdur: ”Rabarbulikørur, ið er distilleraður við føroyskum rabarbum og føroyskum vatni. Tilsett hylliblóma og caribiskt rørsukur.” Á borðinum er Royvið hjá Robert Joensen frá 1958. Hann skjýtur upp at hava røtur afturvið, men nevnir annars bara eina rúgvu av nøvnum, sum í hansara verð hava verið týdningarmikil, men ikki so nógv um smakk. At smakklýsa mat er ikki gamalt. Sjálvur haldi eg, at tað byrjaði við Mortani í Hamrabyrgi, tá hann um aldarskiftið smakkaði vín eina ferð um vikuna fyri Dimmalætting og alt, sum fekk toppkarakter, varð í stundini útselt. Størsta frambrot fyri skrivandi matgerð og smakkupplivilsi millum fólk flest, spyrt tú meg. Eisini tá tað snýr seg um seyðarhøvd eru amerikanskir fotografar mær ein kelda til markleysa undran av okkum sjálvum, okkara mentan og atferð. Fyri stuttum komu tríggir fotografar til mín og spurdu um hetta var normalt, at ein maður í endurskynsvesti á bryggjuni í Skopun soleiðis hoverandi helt eitt djevulst djórahøvd fram, og síðan spulaði tað við hátrýstslagu í túninum framman fyri sær. Og so traðkaði hann á høvdið, søgdu forfardu fotografarnir. - Jú hatta er ein delikatessa, hann hevur júst sviðið tað, seyðarhøvdið, segði eg. Tær krossaðu seg og hugdu burtur, har tær stóðu vælangandi í nýbygdu strípugongini á Hotel Føroyum. - Serliga kjálkarnir og tungan eru góð, segði eg, og aftraði meg við at slurpa, sum át eg eygað eisini. Tað helt eg vera ov mikið. So ymsar eru mentanir, bara vit hyggja á borðið og eftir tí, vit ómælandi taka í munnin, at fáa mettuna. Tyggjandi og uttan at gretta orð. Tí tað var ikki gamalt. At skifta orð á móðurmálinum um mat og smakk. Vit eta jú fyri at liva og liva ikki fyri at eta. Og í næstu løtu fotografera amerikansku fólkini við dronu yvir briminum í Tjørnuvík, og á mínari nethinnu er tað netju eg síggi, netja á heysti. Einki annað enn netju. Heystfagnaður hevur verið á Eiði, men síðan Hotel Eiði lat aftur, hevur eingin matstova verið á teimum leiðum, burtursæð frá Rose’s Café suðuri í Gimbrunum, ella á Gjáargarði við Gjógv. Tað týdningarmesta á Heystfagnaðinum er í mínum eygum, at gomlu neystini verða ruddað og sett í stand, so bjóðast kann inn í tey. Ein frálík staðbundin varðveitingarætlan, sum er øllum privatfólki til gagns. Nú er bara eftir at rudda niðri á keiini. Men tað er kanska meira vinnulívið, sum sjónliga ikki hevur tikið upp eftir seg harniðri, tí tey hava ikki íborna estetiska sansin, sum fólkið, ið gongur undan, skilliga hevur.  Kringvarpið sendi upptøkuna av heystfagnaðargudstænastuni av Eiði. Eitt kókað seyðarhøvd, ein lívgandi deyðsmaska av heimrustini, við drýli og epli og kjøtpylsu og rullipylsu, sum var tað Robert Joensen sjálvur, ið hevði skorið beint úr sálmabókini, afturvið. Hetta havi eg bara sæð í kirkjuni heima á Sandi. Góð prædika var tað eisini. Í báðum førum, altso. Og í bøn verða vit mint á, at tað er Guds vilji, at markin grør. Kanska er útlendska siðvenjan at halda takkargudstænastu afturfyri, hesa árins tíð, um at fáa fótin fyri seg. At seta gróður og gastronomi í ein siðbundnan samanhang, har kirkjan søguliga er ein snúningsásur, húsið haðan alt sæst, sum var tað Guds eyga í tí høga, í okkara perspektivi soleiðis heilt ítøkiliga úr vindeyganum og beint út á bøin, sum heima á Sandi, og so eisini á Eiði oman í Hólman, har nykurin býr og tekur børn, sum ganga úti í kirkjutíð.  Ímeðan svimja tvey føroysk síl úr Hagadali í Tórsbyrgi. Tey eru partur av alivøksturinum, aquaphonics skipanini, hjá Jón.  Vakstrarhúsið, sum er gjørt úr vindeygum frá Boðanesheiminum, hevur fingið peningaligan stuðul frá Tórshavnar kommunu, Búnaðargrunninum og frá hotellinum Hilton. Kanska fer bankatoskur eisini at verða fevndur og borin uppi av sama virðiliga tanka um, at alt er av náði til okkum at njóta undir ábyrgd, og at einki er av grammleika, púrt einki. Ikki fyri at náðin skal verða ein fornisk forðing, og áminning um aldri aftur at trola við botnskemmandi ketum og lemmum, men at matgerð og gróður bæði verða útint og dyrkað so langt frá grammleika, sum hugsast kann, grammleikanum, sum er okkara allar seinasti fíggindi. Og so at hava dirvið at møta útlendskum fotografum og siga, at har tóku vit feil, tá vit í berum grammleika ein sunnudag á Skálafjørðinum kendu okkum kallaði at drepa fleiri en 1400 springarar, ein drepningur og massakra, sum fer um øll fatanarmørk hjá útlendingum og øðrum amerikanarum. Helst var hetta ársins fundur, so kunnandi virðiligur var hann, fundurin millum grannan og fyrrverandi grindaformannin, Hans Jacob Hermansen, og amerikanska fotografin, Bill Schwab, um at taka lívið av einum dýri, skulu vit eta og hava føði, sum ikki er starvsstovugjørd og keypt fryst og pakkað í stórhandli uttan eftirfarandi blóðband og upprunaváttan. Stuttfluttur matur er okkara týdningarmesta íkast í heimsins kjaki um mat og føði. Headlines í BBC henda morgunin, eg setti meg at skriva, eru plant based food industry við meatless nuggets í Burger King, og so at Kraft Heinz, sum ger ketjupp á fløsku og bønir í dós, sigur, at heimurin nú skal venja seg við munandi hægri prísir, teir hægstu í tíggju ár. Tað vita tey, tí um ikki burðardygg, ja alt annað, so eru tey aktiv í fleirtjóða vinnuni, sum er okkara grammleikafíggindi nummar eitt. Heimliga MBM sigur tað sama, nú dýrkar mjólkin aftur. Tað er ein andi í tíðini. Politiken skrivar, at Papirøen í Keypmannahavn, sum fyrst var pappírsgoymsla hjá prentsmiðjum, og síðan bleiv kend við hugtakinum street food, er nú ruddað og avtakin við íbúðum fyri so nógv sum 30 milliónir stykkið. Tað er vorðið sum bústaðir. Í øllum matkappingum í sjónvarpi síggja vit doughnuts, sukurstroyddar kleynukøkur við holi í miðjuni, klistraðar við skreytsukri, gummibommum, lakresi og sjokulátubitum. Ich bin nict ein soworðin Berliner.  Øll vilja mettuna, so matur man vera mest umsetiliga marknaðarvøra, hvar vit so eru, bara vit ikki sleppa tí stuttflutta og seta markleysa mammon í staðin. Sosialu miðlarnir, sum øll, ið sita á maktini, harta, kunnu veruliga broyta hetta. Í heyst sigldu smábátar inn í Temsánna í London. Teir løgdu leiðina upp móti Big Ben og Westminster at andøva ímóti, at fleiri og fleiri fiskikvotur koma á færri og færri hendur, frá fiskimanninum, ið er slitmaðurin úti á havinum, til bankamannin, ið situr turrskøddur við skíggjan og profitmaksimerar við kvotum, sum hin fyrri fiskar.  Henda heystardag í London kom Martin Yorwarth úr Newhaven í Suðuronglandi í miðlarnar. Hann hevði tveir smábátar við í fylginum inn í heimsins næsta metropol, og sigur okkara vegna. Tíðindini fáa meg at hugsa um mannaføði og hvat matur er, annað enn makt hjá ídnaðinum at mjólka inntøkur í egnan lumma, og so hvørt ár at profittmaksimera, tí tey finna uppá okkurt nýtt, sum okkum tørvar og bráddliga skal verða okkum ómissandi.  Tí einasta, sum universell semja er um, er valuta og vinningur. Religión og tílíkt, vit siga okkum savnast um, onkur við bæði dópi og konfirmering at staðfesta forsamlingstrúfestið, er bara hjáputur. Einasta, sum universell semja er um, er valuta og vinningur. Grammleiki er okkara avbjóðing. Tað gongur javnt og samt tann vegin, at ríkidømið verður savnað á færri og færri hondum. Fleirtjóða mannafjendskar fyritøkur, ið hvørki rinda skatt ella átaka sær sosialar veitingar og uppgávur, hvar tær so koma og fara. BBC, sum oftast er mín høvuðsveitari av tíðindum, veit tað og minnir meg javnt og samt á tað.  Tí er stuttfluttur matur okkara týdningarmesta íkast í heimsins kjak um mat og føði.  At vit eru smá og oftast ongan týdning hava í heimsins valutakóri, er í hesum føri okkara vinningur og kappingarfyrimunur. Stuttfluttur matur, sum lokalir matvøruframleiðarar av egnum áhuga hava átikið sær at upphugsa og gera, leysir av fleirtjóða fyritøkum við kravi um avkast til øll onnur enn okkum sjálvi, er bæði okkara styrki og bjarging. Lukkutíð liggja vit geografiskt so langt burturi, at vit kunnu liva í okkara egnu boblu og smørholi. So leingi fleirtjóða fyritøkur ikki sleppa at gera størri innrás enn teir longu hava gjørt, so er og verður tað staðbundna og stuttflutta okkara styrki. Í ivasama heystveðrinum varð mentunargøtan í Havn, Tórsgøta, karmur um tiltakið Staðbundin Matmarknaður við seyðakjøti, turkaðum tara og nýupptiknum grønmeti. Endamálið við degnum var at fagna góða matinum, sum verður framleiddur kring landið, men eisini at byggja brýr millum føroyska matframleiðaran og kundan, søgdu fyrireikararnir. Okkurt tiltak var útselt, sá eg í skránni. Klokkan er langt síðan flutt og Mortansmessa, ið fyrr merkti tað sama sum donsk dunna á hotelli í hafniabýnum Havn, er eisini farin aftur um bak.  Í heystfrítíðini hevði Helgi í Brekkunum ein framúr fyrilestur í eini seyðabóndarøð í morgunútvarpinum um smakkgott kjøt, har hann sló fast, at tað eru ikki ferðafólk, men bøndurnir sjálvir, ið fara ringast við haganum, og altíð hava gjørt tað, sigur Helgi, ið hevur kannað og skjalfest viðurskiftini betri enn nakar, tað eg veit.  Og so er tað afturvendandi søgan úr besta sýnisglugga í Suðurstreymi og beint út í hav, har ein køstur er farin at kappast við Koks um lendið og brúksnyttuna í henni. Haldi, at bøndir eiga at gera størri skreytir enn at gera fortreð. Føroyingurin er forvitin og er hann ikki lesandi í bjørgunum, er hann tað í bókunum.  Nú eru vit komin so langt, at javnaldurin har niðri, Tóroddur, gevur út eitt yrkingasavn, Verljóð, har hann í stavnhettu og blásilampu bjóðar inn í fleirstjørnaðu Michelinmatstovuna Sparl til igulker og gimaroyk.  Vit eru fullsirklaði og komin runt allan sólarkringin. Føroyar eru eitt gastronomikt fitilendi, har stuttflutt ger allan munin. Genial marknaðarføring Koyrir tú eftir Norðara Ringvegnum í Havn í dag, so sært tú í fartinum nakrar hvítar krossar í bønum frammanfyri Norðurlandahúsinum. Teir standa rætt sum í einum gomlum kirkjugarði, eitt sindur ymiskir í vinkli, tí lendið og túgvurnar eru jú so ymiskar, men allir eru teir hvítir og í sama sniði, stødd og profili. Ein elligamal føroyskur kirkjugarðssiður er fluttur inn á økið hjá Føroya fremsta mentanarhúsi, Norðurlandahúsinum. Hvat er hetta fyri nakað, spyrja bilførarar og passasjerar, sum aka framvið í morgunkuldanum, nú eitt følv legðist á breytina. Eru hetta ávaringar um ferð og ferðsludeyða? Havi ongan spurt, men eg haldi meg vita sum amen í gravarkirkjuni, at hetta er ein forlongdur armur, ein røst úr grøvini um tú vilt, frá marknaðardeildini hjá Shakespeareleikinum Hamlet, sum Hans Tórgarð hevur týtt av nýggjum, og sum verður frumframførdur sum ein ektað føroysk jarðarferð í øllum Norðurlandahúsinum í ovurmorgin. Bilettsølan sigst ganga væl. Undirvísingarsíðan Snar hevur eina temasíðu um leikin, har Marianna Hoydal hevur gjørt undirvísingartilfar at brúka í føroyskum á miðnámi og í elstu flokkunum í fólkaskúlanum. Har verður eisini víst til eina aðra temasíðu um Shakespeare og, hvat hann er so kendur fyri øll hesi meir enn 400 árini. Ein genial marknaðarføring, sum skakar í almenna rúminum í morgun, ristir okkum og ger okkum forvitin at frætta, hvat hetta er fyri nakað, óansæð hvussu grafiski larmurin er frammanundan við talvum og kassum í hesum opna ferðslurúmi. Lendislist sum marknaðarføring. Tað er genialt. Lekkur maður   Í morgunsendingini bjóða teir báðir menninir, Tróndur Vatnhamar og Jákup Dahl, til prát og kjak um lekrar menn og hvat tað er, sum ger menn lekrarar í eygunum hjá øðrum monnum.  Trúgvi ikki mínum egnu oyrum, at tveir menn spyrja okkum um lekrar menn soleiðis yvir morgunvaskinum. Okkum menn. Lukkutíð kemur ein óalmindiliga skilagóð kvinna inn á mannfólkavøllin í morgunútvarpinum, Katrina í Geil, at greina James Bond, Sean Connery og bringuskegg, og síðan kvinnur, sum eru sannførandi á valplakatum og í almenna rúminum. Framúr morgunsending til dagin og høvið, nú kommunuval er í hondum, og eitt sindur interaktiv við sms eisini. Og prátið, sum eg ikki minnist hava verið fyrr í nøkrum króki í útvarpinum, um menn, sum halda aðarar menn vera lekrar. Píkarill. Tað er uppá tíðina, at vit menn taka hatta rúmið, sum bara kvinnur higartil hava definerað og havt atgongd til í føroyska almenninginum, tað er á Facebook, at siga, hvørjir menn eru lekrir. At kvinnur einsamallar higartil eru slopnar at siga so um sítt egna kyn er ein skandala, sum nú lukkutíð er javnað og brotin. Nú hevur morgunsendingin gjørt tað legalt, at eisini menn kunnu siga um aðrar menn, at teir eru lekrir, menninir. Opið og alment.  Men gud náði tann mann ella kvinnu, sum fer yvir um kynsmarkið, og dittar sær at siga “lekkur” um ein frivolt eggjandi persón, sum meir enn hálvnakin fer á strondina og kastar seg útí og filmar seg sjálvan og deilir við alla verðina, og tú tá sigur “lekkur” og ikki ert av sama kyni. Hann náði tú meg. Kanska hava vit menn við hesi morgunsending vunnið ein part av almenna kynsrúminum, sum bara kvinnur higartil hava havt atgongd til. Takk til morgunjournalistarnar, Trónd og Jákup, kanska serliga ramasjangjournalistin Trónd, sum í mínum oyrum er definitiónin av ramasjangútvarpi, sum eg elski. Og so fingu teir meg at velja lekrasta James Bond figurin nakrantíð. Hann er her: Fyrsti sunnudagur í advent Einki er sum at skoða mannaskapt inntriv í náttúruna. At síggja hond verða lagda á ótamda náttúru og skapa kultur, tá tær leggja land undir seg, maskinurnar, ið kultivera landið, dumparar, rennugravarar og brøytir. Tað er nakað tølandi við hesum stóru maskinum, sum ótamdar taka niður í órørda bøkkin, ikki minst tá nýlagstur kavi fyrsta sunnudag í advent kámar gerina undir einum jólaligum følvi, hóast hon grafiskt stendur markantari í hvíta kavanum, lendisgerin. Ein hundaeigari fer út eftir gøtuni fram við Hoydalsá. Her er alt sum tað skal vera á hundagøtuni. Við Boðanesi og Hoydalsá sum næsta granna er upplagt at fara ein gongutúr úr Tórsbyrgi í liggjandi góðveðrinum. Lendið er longu gjøgnumgatað av gøtum. Tyrlan setir seg og fer avstað aftur við ferðafólki, og sum eg eygleiði hana, síggi eg eina nýggja breiða gøtu um Boðanesgjógv og út móti Hvítasandi, ið er beint undir tyrlupallinum, har sum havnarfólk fyrr tóku sand, tá tey bygdu og stoyptu. Nú er allur tann hvíti sandur burtur og sjáldsamu planturnar helst eisini. - Man hetta vera partur av bjørtu frílendisætlanini, sum kommunan og Umhvørvisstovan kunngjørdu í 2009? Seinni hava ætlanir verið frammi um brattar hundagøtur undir Vinnuhúsinum, har gæs og seyður gingu fyrr, og breiðar lendisgøtur fram við sjóvarmálanum, og eitt monstrum úr betongi, sum liggur á gamla Bukkevald at vita, hvussu riggar at andøva upp móti aldunum. Heimanfyri frílendisætlanina eru nú spjaddar ætlanir um ymisk inntriv í órørda lendið niðanfyri vegin, sum eg skilti at frílendisætlanini skulu vera ein verja ímóti. Men kanska er tað øvut, at nú skulu upplivingargeirar gerast á hvørjum teigi niðanfyri vegin har úti við Strond. Hugskotið er kanska gott, men hetta tykist mær eitt sindur ógvusligt, hesin áhaldandi dystur millum menniskjað og náttúru í Havn. Eg fari ein túr eftir brøttu og illgongdu hundagøtuni, og snari so heim móti býnum. Har er jólahugni, ein hot dog úr kioskini hjá Astu, og so punktliga presisur jólasangur við kórinum hjá Sigrið Sivertsen, Experiment. Takk fyri sangin, fyrsta sunnudag í advent. Omaná er dunna hjá Hanusi og Marjun á Argjum. Manga takk fyri ein góðan dag og døgurða! Nú hvítna tindar Hetta er útsiktin frá heimbýlinum. Ikki tí, tvey onnur røktarheim eru nærum eins nær, men nú var tað sálmurin og kavin í fjøllunum norðanfyri, eg hugsaði um og fokuseraði á úr Tórsbyrgi, og ikki so nógv Boðanesheimið, sum gamaní er fyrst fyri. Við novembur kom kuldin og kavin aftur í ár. Og tá er lívsringrásarsálmurin  Nú hvítna tindar,  helst hin vakrasti í Sálmabókini, aftur aktuellur, hóast hann stendur allarbestur eitt vet fyrr á árinum, um heystið, um tað mundið tey hava eplafestival heima á Sandi og heystfagnað norðuri á Eiði, tá takkað verður fyri ávøkst úr mold, líð og havi, rætt sum tey fornisku ivaleyst gjørdu, og í takklæti at bera fongin og úrtøkuna inn í Harrans hús. Soleiðis byggir alt á tað, ið fyrr var, og nú verður gjørt tíðarbært. Klaksvíkingurin Robert Joensen umyrkti sálmin og flutti hann í føroyskt mál og landslag í 1942, alt eftir danska Grundtvig, sum upprunaliga yrkti hann í øðrum skapi í 1844. Sigst, at tá hin ungi klaksvíkingurin var í Danmark, var hann til heystguðstænastu á bygd, tá kornskurðurin varð fingin til høldar. Í fagnaðarskrivi frá 1989, tá kórið Ljómur fylti fimmti, sigur Niels Juel Nolsøe, at eitt bundi stóð við hvønn kirkjustól, og júst hesin sálmurin varð sungin við lagi hjá Nebelong frá 1889. - Hann var hugtikin av hesum, og hetta hevur óivað verið við til at geva íblástur til hesa frálíku umyrking. Á parkeringsplássinum møti eg teimum báðum bridgespælarum, Arnbjørn Sivertsen og Boga Simonsen, báðir við hundi frammanfyri bilinum við Mastiff áskriftini. Arnbjørn er farin at blogga, og Bogi er í hvussu er B36 og Liverpool viðhaldsmaður. Tað síggi eg á húgvuni og hálsturriklæðnum. Giti, at Arnbjørn er meira til HB og gittar. Annars sæst ikki vetur á teimum, hvørki monnum ella hundum. Í bakkanum undir húsunum hjá Jens Petur og Lýtt stendur ein innflutt stauda, sum Turið í nummar 32, mín gamli næmingur Svanna, Karl Thomsen og Inga Simonsen siga er Sankthansurt, sum í orðabókini hevur fingið heitið Jóansøkuhjálpirót, á latíni Hylotelephium telephium. Poul Clementsen sigur eisini, at hetta er ein innsløgd stauda, ið stórtrívist í Føroyum. Um hon ikki stendur nóg ljóst, flaknar hon undir egnari vekt. Hon er vakrast beint áðrenn hon tørnar inn fyri veturin, sigur Poul. Í kuldanum í Tórsbyrgi stendur hon enn. So skjótt verður tað, at áttanda ørindi hjá Robert rakar hana. Myndin av henni er, eins og allar hinar, tikin í dag. Heimkomin, henda fyrsta vetrardag kring Tórsbyrgi við hvítnaðum tindum, sum eru sjónligir úr heimbýlinum, er okkurt komið í postkassan. Tað er frá Traktatgrunninum og talar sum vera man fyri seg sjálvt. Blaði upp og sannføri meg sjálvan um, at sensurur hevur mest sum altíð havt eina grundleggjandi og skilvísa orsøk og ætlan. Í hvussu er her hjá okkum. Henda fína november seinrapart á heimrustini má eg við traktatini í hondini sanna, at eg gangi inn fyri sensuri. Í hvussu er av teksti og traktatum, sum taka kvørkratak um so vakrar sálmar, sum hann hjá Robert, Grundtvig og Nebelong. Har fuku øll tey fínu átta ørindini í nýkomna kuldanum. Orsøkin er í hondini. Tað er tað. Og einki annað. Hvør skal upplýsa føroyingar? Hansa Hansen lesur politikk og umsiting á Setrinum og er samskipari á Fyndini eldrablaðið. Mikudagin 21. oktober var hon á ráðstevnuni “Avbjóðingar fyri mentan, felagsskap og tjóðarsamleika eftir 2020”, sum Kringvarpið skipaði fyri á Hotel Føroyum. Hvør skal upplýsa føroyingar? Í øllum førum síðani upplýsingartíðina hava menniskju hjúklað um hugsjónina um upplýsta, kritiskt hugsandi og sjálvsavgerandi menniskjað. Borgarar føddir við frælsi til at hugsa og virka í samsvari við egnar sannføringar. Í fólkaræðisligum samfeløgum sum okkara, er hetta ikki nakað, vit ganga upp á kompromis við - ella er tað? Tá talan er um leiklutin hjá upplýsta borgaranum í fólkaræðiligu skipanini, er talan allar oftast samstundis um leiklutin hjá fjølmiðlunum.  Og tað var júst leikluturin hjá fjølmiðlunum, ið varð settur á breddan á ráðstevnuni “Public service og mentanarbroytingar”, sum varð hildin á Hotel Føroyum týsdagin 21. oktober. Mentan, felagskapur og tjóðarsamleiki í vanda Yvirskriftin fyri ráðstevnuna var: Avbjóðingar fyri mentan, felagsskap og tjóðarsamleika eftir 2020.  “Yvirskriftin skal síggjast í ljósinum av, hvønn leiklut public service stovnar hava í teimum mentanarrembingum, vit kunnu eygleiða í hesum døgum, nú risastóru stroymingartænasturnar bjóða mentan um allan heimin av, og spurningurin um falstíðindi og vantandi álit eisini fyllur alt meira.”  Soleiðis segði kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen, tá hann bjóðaði gestunum vælkomnum. Vælskipaða ráðstevnan byrjaði annars við hesum orðunum frá Una Holm Johannesen, journalisti:  “Vit brúka minni tíð upp á føroyskar miðlar og tað, sum føroyskir miðlar bjóða. Ger tað nakað? Hvør er avleiðingin? Og hvat ger tað við savningarmegina í einum samfelag, at vit kunna okkum í allar ættir, og hvønn leiklut eigur Kringvarp Føroya í øllum hesum meldrinum?” Við hesum spurningum setti Uni helst orð á kenslurnar hjá mongum ørkymlaðum foreldrum, sum í stóran mun mugu deila børn síni við litríku skermarnar, og sum sjálvi merkja atdráttarmegina, sum telefonin við øllum sínum praktisku hentleikum hevur.  Keld Reinicke, miðlaráðgevi, gav gestunum innlit í risastóru stroymingartænasturnar, sum í mun til føroysku miðlarnar, av sonnum, kunnu kallast mastodontar. Hesar kempurnar, sum hava sligið ring kring oyggjar okkara, gløða inn í hvørja stovu og hvørt barnakamar og mestsum stýra hondum okkara. Ja, meir enn stýra. Tær vita, hvat fingrar okkara fara at trýsta á, áðrenn vit sjálvi vita tað.  Mentanarlig tilbúgving “Leggið telefonirnar frá tykkum eina løtu og lurtið eftir ljóðinum av Føroyum” Soleiðis segði Ivan Hentze Niclasen ein morgun, hann koyrdi børnini í skúla, ímeðan “Góðan morgun Føroyar” ljóðaði í bilinum. Sambært Ivani eydnaðist tað honum at fáa børnini at lurta í eina løtu. Veruleikin er, at føroysku miðlarnir ikki kunnu kappast við útlendsku stroymingartænasturnar. Tí hevur tað, sum kringvarpsstjórin eisini nevndi, týdning at byrja eina samrøðu um mentanarliga tilbúgving. Tað er neyðugt við gransking og tryggum kørmum kring mentanar- og public service stovnar, soleiðis at uppgávan kann lyftast, legði hann aftrat. Og helst meinti hann við, at hóast vit ikki kunnu kappast við tað útlendska, so eru okkara mentan, felagskapur og samleiki verd at stríðast fyri, og tað er nú, vit skulu bretta upp um armar. Stríð um uppmerksemið Hetta stríðið hava vit heilt einfalt ikki ráð at tapa, varð eisini sagt av pallinum hendan sólríka heystardagin. Tað er helst at gera ov lítið av at siga, at føroysku miðlarnir eru sum David ímóti Goliat í einum stríði, sum í síðsta enda snýr seg um pengar og vald. Okkara uppmerksemi er nevniliga virðismikið, og við serkønum snildum verður tað fangað av øllum øðrum enn tí føroyska og selt til hægstbjóðandi. Einasti kappingarneyti og fíggindi hjá størstu stroymingartænastunum sigst vera svøvnur. Samstundis er fíggjarliga grundarlagið máað undan føroyskum bløðum og privatmiðlum, og góðskan er hareftir.  Hetta stríðið megna føroysku miðlarnir ikki einsamallir. Teir mugu hava stuðul frá fólkinum og frá politisku skipanini - stuðul og álit. Stríð um álit “Álit á miðlarnar er heft at góðskuni á tilfarinum hjá miðlunum”  Orðini eigur Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur. Tey ráðandi hava tað ov lætt í einum landi, sum ikki hevur dygdargóðar miðlar, sum fólkið hevur álit á. Dagsins samfelag verður tíðum nevnt postfaktuella samfelagið, og tað er blivið alsamt meir avbjóðandi hjá vanliga borgaranum at skilja ímillum “fupp og fakta”.  Hetta kunnu politikarar til dømis gera sær dælt av. Við villleiðandi útsøgnum á lukkaðum Facebook-bólkum tosa summir teirra til kenslurnar hjá føroyska fólkinum, eggja til misálit á okkara journalistar og okkara gransking, og grugga politiska kjakið, so tað verður polariserað og ikki longur er grundað á sannroyndir.  Sambært Silju Døgg Gunnarsdóttir, forkvinnu í Norðurlandaráðnum, eru tað júst public service miðlarnir, sum hava eina stóra ábyrgd hesum viðvíkjandi. Í fyrilestri sínum, sum hon kallaði Time to Stand Up - Disinformation, Fake News and the threat on Democracy, segði hon millum annað. Sambært Silju er information literacy, altso kunnleiki til miðlar og kunningartøkni, ein týðandi partur í stríðnum fyri vælvirkandi fólkaræðinum. Hesin kunnleiki, sigur hon, er effektivasti hátturin at betra um førleikarnar hjá fólki at meta um, um tíðindi og kunning eru fupp ella fakta.  Øktur kunnleiki til miðlar setir samstundis hægri krøv til standardin á føroysku miðlunum. Og tað var júst standardir, sum Rógvi Olavson millum annað tosaði um, tá hann segði, at Kringvarpið má gerast ein stovnur, sum føroyska fólkið ikki kann liva uttan. Um ikki Kringvarpið megnar tað, so verður trupult hjá stovninum at yvirliva í nútímans miðlalandslagnum.  Seinastur á pallinum var Morten Hesseldahl, fyrrverandi mentanarstjóri í DR. Maðurin við eini ørgrynnu av royndum innan danska miðlaheimin minti á, at Kringvarpið áhaldandi má samráðast við føroyska fólkið um sín myndugleika sum tíðindaframleiðandi stovnur. Hetta merkir millum annað at vera ógvuliga týðiligur um tey virði, stovnurin hvílir á og um, hví ein public service stovnur er neyðugur í Føroyum.  Aftur til upplýsta føroyingin Um føroyska fólkið framyvir skal njóta eitt vælvirkandi fólkaræði og eitt samfelag við borgarum, sum kenna seg sjálvar, hvønn annan og hava álit á hvørjum øðrum og myndugleikum, so er neyðugt við eini íløgu í føroyska intellektið. Uppgávan má lyftast í felag av okkum øllum. Serstøðan hjá okkum er, at vit hava ikki fólkagrundarlag til arbeiðsførar, dygdargóðar og óheftar miðlar, sum megna sín leiklut í fólkaræðinum. Tí mugu vit semjast um ein ella fleiri sterkar tíðindaframleiðandi stovnar, sum vit øll gera íløgu í og hjúkla um. Hetta er neyðugt, fyri at vit kunnu vera kritisk, sjálvransakandi og før fyri at seta krøv til okkara myndugleikar.  Viðvíkjandi kritiskari hugsan kann tað tó vera, at vit mugu fokusera breiðari enn bert at hyggja at miðlunum. “Um vit skulu hava kritiskt hugsandi børn, sum seinni kunnu gerast kritiskt hugsandi vaksin, mugu vit m.a. hava kritiskt hugsandi lærarar, sum duga at dyrka kritiskan hugsunarhátt hjá næmingunum. Og skulu vit hava kritiskt hugsandi lærarar, mugu vit hava eina læraraútbúgving, har nýtímans gransking er grundarlag undir kritiskari reflektión um skúlaskap og didaktikk, og har breið almenn vitan um mentanar-, vísinda- og samfelagssøgu er millum kjarnuførleikarnar, sum læraraprógvið borgar fyri.” Seinastu orðini eigur Jóannes N. Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur. Ikki á ráðstevnuni, men í eini viðmerking á Facebook, har hann lýsir ein annan lið í stríðnum fyri skikkaða føroyska borgaran. Sum skilst, kunnu vit hvørki ganga út frá, at fólk gerast kritiskt hugsandi ella broyta miðlavanar, tá tey verða vaksin, um ikki íløðan er gjørd frammanundan.  Komandi hyggjarar og lurtarar mugu framtíðartryggjast, og tí liggur ábyrgdin sanniliga eisini hjá fólkaskúlanum, Námsvísindadeildini og Námi.  Hetta eru eisini grundleggjandi fyritreytir fyri skikkaða upplýsta føroyingin, dygdargóðu føroysku miðlarnar og vælvirkandi fólkaræðið. Hansa Hansen, sum lesur politikk og umsiting á Fróðskaparsetri Føroya, skrivaði frá ráðstevnuni “Avbjóðingar fyri mentan, felagsskap og tjóðarsamleika eftir 2020”, ið Kringvarp Føroya skipaði fyri á Hotel Føroyum 21. oktober.   - Eg havi høvdið fult av myndum! Fríggjadagin 3. desember letur Jórun Dánialsdóttir Poulsen upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við 50 myndum og 40 koddum. Eg spyrji, um hon meinar við pútur.  - Nei, sigur Jórun avgjørd. Í skúlanum lærdi føroysktlærarin okkum, at tað æt koddi. Tú kundi siga stovukoddi ella seingjarkoddi. Hitt orðið, púta, merkir hora, sigur Jórun, sum longu nú hevur grundgivið fyri, hví hon sigur koddi. Her hevur hon endurnýtt brúkt gomul slips til koddarnar. Vit, sum vitja, eru floksfelagar úr barnaskúlanum og hava altíð kent Jórun. Hon er mostur Martin, sum er ein okkara. Vit møtast javnan, og nú vit hoyrdu, at Jórun arbeiðir við nýggjari framsýning, spurdu vit, um vit kundu støkka inn á gólvið í Sílagøtu, har hon býr og arbeiðir. Jú, tað var gamaní. Fyrst fyri í nýfalna kavanum er turt kjøt úr Bø. Vit skifta orð um barnaskúla og lenda á, hvussu umráðandi tað er, at verða hildin til í evning og kreativu lærugreinunum ikki minst í rokning. Sjálvur havi eg tað soleiðis, at í fimta flokki helt eg uppat at rokna. Tá endaði mítt talforstáilsi. Og so koma vit til tær fýra broderaðu árstíðirnar hjá Jórun í Sílagøtu. - Men Facebook fært tú meg ikki út á, sigur Jórun, tá eg nevni Jógvan á Dul, sum er so íðin at leggja myndir úr miðbýnum í Havn út á Facebook, sum er vorðið myndasavnið hjá flest øllum. Sama dag hevði hann avmyndað Jórun, meðan hon var í Smiðjuni í Lítluvík og máldi upp til framsýningina fríggjadagin. - Eg havi høvdið fult av myndum, sigur Jórun við arbeiðsborðið í kjallaranum. Tú kanst ætla, hvussu nógv eg fekk á skaftið, um eg var á Facebook í staðin. So hetta er mítt val, sigur Jórun, og vísur okkum innrammaðar myndir, við túsundum av stingum, og improviseraðar myndir, hon ger úr endurnýttum tilfari, pappíri og filti innan úr slipsum, og so broderar í hond uttan skitsu frammanundan. Familjumyndir og savnaðir steinar úr haganum fylla eisini nógv í gongini hjá Jórun. Her er Jórun seks ára gomul saman við Johannes í Miklagarði á Eiði. Aftanfyri er Samson í Pálshúsi. Á litmyndini er Jórun saman við vinkonum frammanfyri reyða skúlanum, har eg sjálvur gekk í 1965, innan vit fluttu til Havnar. Í innasta kjallararúminum eru koddar við áseymaðum klokkustreingjum og mynstrum, ið hava verið á stólasetrum. Endurnýtsla, sum bæði er vøkur og søgurík, serliga hjá teimum, ið kennast við mynstrini. Her fær hugtakið retro ein nýggjan dekorativan snúning. Niðri í býnum er kavi og grafikkurin gerst sjónligur í steinløgdum túnum sum her við Ullvøruhúsið, har býarmerkið sæst. Hesir steinar minna meg altíð á heimildarfilmin, sum Dagmar gjørdi um fyrsta aids-sjúklingin. Ein sterk Havnamynd. Í Steinatúni er jólapyntið sett á veggin sum aldri fyrr á gamla Føroya Banka bygninginum, har Kommunan, Kunningarstovan, Apotekið og Gómagott halda til í dag. Alt hevur sína tíð. Men hetta miðbýarpláss tekur seg heilt væl út, sum dagarnir ganga. Nú klingar tað av stórbýi. So út á havnarlagið at fáa ein bita í Angus, har sum pylsuvognurin var fyrr. Hølini taka seg væl út og ljóðviðurskiftini inn eru heilt góð. Við dyrnar skal koronapss vísast, men appin virkar ikki. Skal slettast og leggjast inn av nýggjum. Fólkini troðkast í durinum og ikki er tað sørt at fólk vilja geva kunningartøknini eina breiðfokku, nú tað er mest sum teknologiterror at ávara og varskógva um boð, sum kanska ikki eru so eftirfarandi. Tá er gott at fáa ein sjálvgoldnan laksabita frá Bakkafrosti. Seinasti satsur er uppi hjá Bugli Jensen í Gundadali. Sum árini ganga er hugvekjandi at uppliva ein intaktan tíðarlumma við myrkagrønum veggjaflísum og bidet, sum orðabókin kallar neðrabað. Hví mundi tað vera partur av einum tíðarrøttum baðiverilsi í sjeytiárunum og ikki í dag? Tað er seinasta kjakevni, innan vit leggja lok á hesuferð. At sáa hugflog og heysta veruleika Brot úr  bloggi fyri trimum árum síðan, nú morgunsendingin í Útvarpinum minti meg á føroyska matmentan, og at John Gynther frá Arla vitjar í Føroyum komandi vikuskifti at læra okkum at granska smakkin í osti: - Tey, ið sáa hugflog, heysta veruleika, sigur danski síðumaðurin, John Gynther, og greiðir frá um útferð í Mykinesi fyrr um dagin og døgurða á Koks kvøldið fyri. - Tit hava alt beint uttan fyri dyrnar, ikki bara rávørurnar, men eisini lendið og náttúruna, sum hugtók ungu amerikansku og japansku døgurðagestirnar í Kirkjubø í gjár. Tey koma her einaferð í lívinum, hesuferð hjá tykkum, næsta ár onkra aðrastaðni, har autentisiteturin leiðir tey, sigur John, sum býr í Hedensted í Jútlandi og er mennari hjá Arla. - Vit vóru á Trøllanesi og har hekk ein Kristusmynd á vegginum. Tað hugtók meg, tí so høgar sum aldurnar eru har, er greitt, at tað er eingin annar enn Gud, ið bankar á dyrnar hvønn dag. Virðingin fyri tilveruni er hugtakandi, tí eg haldi at tit liva í pakt við guddómligu náttúruna, sigur John, sum er eins hugtikin av Kierkegaard, italskum tankum um slowfood og marknaðarfyribrigdum sum movers og adapters . - Movers eru uppfinnarar, íverksetarar og hugskotsfólk, sum Jóhan, hinumegin borðið, og so eru adapters, ið taka við og gera hugskotini atkomulig fyri ein avmarkaðan skara, sum aldri skal blíva hópídnaður, tí tá missa tit autentisitetin. Fimm prosent av hvørjum ættarliðið er nóg mikið, sigur John Gynter, og fiskar eftir nýggjum føroyskum orðum. - Eg elski at smakka nýggj orð, sigur hann. Eftir ymsar søgur, gevi eg honum føroyska orðið Kontórshavn , og hann gevur mær danska orðið flexitar , sum hevur verið í donsku orðabókini síðan 2009. Tað er ein vegetarur, sum onkuntíð etur kjøt. Flexitar. Skilji á lagnum, at hesin bólkur, flexitarar, er í stórum vøkstri. - Matur er ikki bara tað dna, sum er í fysisku vøruni framman fyri okkum, matur er fyri meg ein metaforisk uppliving, tað at seta orð á, sigur John. - Ein bilur er ein bilur, men ein Fiat er ikki ein Ferrari. Eg eri kræsin, men ikki kravmikil. Mær tørvar bara at fáa fimm prosent av marknaðinum. Tað leggi eg meg eftir. Ikki meir, sigur John Gynther. Hann var her við einum amerikanskum filmsliði í vár at filma Arla-ostarnar í Norðuroyggjum. Gongst eftir ætlan verður ostafilmurin úr Føroyum at síggja á Netflix innan árið er úti. Tað grør um gangandi fót í føroyskari matvinnu og matlist. Brot úr blogginum Flower Power í Fútastovu hin 20. august í 2016 Heystfagnaður í Áarstovu Trýst er á matstovurnar í høvuðsstaðnum í hesum døgum. Hallur Joensen sang fyri fullum húsi á Hotel Føroyum fríggjakvøldið, har døgurði varð serveraður afturvið, í Hallartúni á Hotel Hilton var fult hús longu á middegi sama dag, og um kvøldið hevði nýggja matstovan Húsagarður framsýning og smakkroyndir við nýggjari matskrá, har rávørur úr Sandoynni vóru ein týðandi partur.  Stýri og ráð hava havt temadagar, og politiskir flokkar landsfund. Alt hetta lættir um hjá hotellum og matstovum í býnum, nú mest sum einki ferðafólk er í landinum. Men áhugin at fara út at eta er ikki eingin. Tvørturímóti. Fyri fyrsu ferð eru Jóannes Johannesen og konan Anne Bergitte Birk í Áarstovu. Hann er nevndarformaður í Veltuni, og í Trøðum Heima á Sandi reka tey Miðstovugarðin. - Higartil hava vit bara verið við dyrnar og har sett tað grønmeti, sum er umbiðið. Hetta er fyrstu ferð, vit eru inni í hesum húsunum og kunnu seta okkum til borðs, siga Jóannes og Anne.  Vit sita í Vertshúsinum og skála í sjampanju at minnast Sean Connery. Umframt epli, røtur og ymiskt grønmeti selur og framleiðir Miðstovugarðurin mjólk, neytakjøt og seyðakjøt. Ein heilt vanligan dag kunnu tey síggjast í Vágsbotni, har tey selja gularót, reyðrót, kálrabirót, garðakál, grønkál, palmakál, leyki, purru og epli í netum eftir stødd. Til ber eisini at bíleggja fekst lambskjøt, nýsviðin fesk seyðarhøvd og lambslivrar. Fylgir tú vangamyndini hjá Miðstovugarðinum á Facebook, so sæst eisini hvussu tú kanst fáa stórar og smáar pakkar við neytakjøti beint til dyrnar. Áarstova, har John Mikkelsen er matstovuleiðari, er enn sum áður ovast á listanum yvir gourmet matstovur í Havn sambært lesarum hjá Tripadvisor. Harumframt hevur Áarstova fingið heiður sum úrvalsmatstova “Travelers’ Chocie 2020”.  Um allahalguna ber til at bíleggja eina heimliga heystskrá á Áarstovu við fimm rættum, sum John og hansara úrvalslið sigur soleiðis um:  Vit hava fylt heystskránna við øllum góðum frá slaktinum, umframt alskyns grønmeti av Sandi. Afturvið er skrá við sjampanju, týskum Riesling víni, øli frá Mikkeller, sjerri og úrvalsvín úr Suðurfraklandi.  Visit Sandoy sigur á heimasíðuni um Veltuna, at hon er ”eitt spennandi átak, sum sandingar eru farnir undir. Veltan fæst við grønmetisframleiðslu, og er skipað sum áhugafelag. Har verður í dag dyrkað nógv grønmeti, sum fyri bara fáum árum siðani var heilt óhugsandi at dyrka í Føroyum. Millum kundarnar hjá veltuni eru tær bestu matstovurnar í landinum, tí dygdin og smakkurin eru heilt framúr. Tað ber til at vitja í Veltuni eftir avtalu við Sandoyar Kunningarstovu.” Men avbjóðingar eru, sum alla aðrastaðni í vinnuni, har meginparturin av viðskiftafólkunum hvørva sum eftir einum degi orsaka av íkomnu koronastøðuni. Sum landbúnaðarland missa vit nógv, um Veltan fer fyri bakka, sigur Jóannes Johannesen, sum er nevndarformaður. - Støðan er ring og hættislig og má fáast í eina trygga legu sum skjótast, tí útreiðslurnar eru nógvar at reka tílikt virksemi. Uppskot er um at seta eitt fakfólk, sum Búnaðarstovan lønir, at arbeiða á staðnum.  Veltan hevur sett møguleikan í fokus, sigur Brandur Sandoy, løgtingslimur, í Útvarpinum.  Hann hevur eins og Veltan tosað við landstýsismannin, Helga Abrahamsen, fíggjarnevnd og tinglimir, og tað hevur verið positivt, sigur hann við Útvarpið, og vónar at tað fer at bera á mál, so grønmeti framhaldandi kann dyrkast í Sandoynni. Royndirnar hava verið so týðandi, ikki minst fyri matstovuvinnuna, hóast nøgdirnar kundu verið munandi størri og bíleggingarnar kundi verið gjørdar við størri og betri skotbráði, heldur Jóannes. Vit hava bygt fýra tunnlar, ein fór í luftina í óveðri. Um Veltan skal verða framherjin á økinum at vísa á, at tað ber til at velta grønmeti, so mugu vit koma í eina tryggari legu, til dømis í einum samstarvi við Búnaðarstovuna. Nú vóna vit at fáa eina hjálpandi hond, har, sum tað ber til, helst í løgtinginum, so virksemið kann verða trygt og halda fram, sigur Jóannes og nevnir, at ikki bara matstovuvinnan í Havn, men eisini Mat & Moldmentanarháskúlin er ein avleggari av virkseminum, sum Veltan hevur sett í fokus fyri bøndurnar. Fyrsti av fimm rættum hetta heystkvøld í Áarstovu er hvítanýru, sum høvuðskokkurin, Teitur Christensen, hevur tilgjørt. Í løtum fái eg møguleika at skvisa meg inn í ein krók niðri í køkinum at fylgja gongdini, meðan samskift verður á enskum um rættirnar, so hvørt teir eru klárir og hvat borð teir skulu á. Her er fult hús og tað gongur skjótt fyri seg. Við borðið heldur Jóannes, at matseðilin skuldi sagt eistir, heldur enn hvítanýru, tí tað er heitið, vit brúka í vinnuni, sigur hann. Eftir at hava umsett til danskt, hvat hetta er, sum vit við aiolo og balsamico nú skulu taka í okkara munn, fáa vit eitt gott glas av klassiskum Riesling víni afturvið. Annar heystrættur í Vertshúsinum í Áarstovu er hjørtu við salati heiman av Sandi, tomat og rómadressingi, og ein svalligum glasi av vælparaðum ipa øli frá Mikkeler. Triði heystrættur er stokt livur, vend í sitrón, og borðreidd við káli, karsa og brúnkaðum leyki heiman av Sandi, afturvið Lustau sjerri av palominu drúvuni. Nú kemur høvuðsrætturin, sum er føroyskur lambsryggur við sjerrisós, kálrabimorli og grønkáli heiman av Sandi. Kokkur er í hesum føri Norman Savio da Souza frá Goa í India. Hann er so smílandi, at vit fara øll at tosa um servicehugtakið, tað at vera tænastusinnaður og hava eyga á kundanum. Jóannes nevnir hugfarsliga Steintór Fagradal, sum ein lokalan undangongumann í júst hesum grundtanka, at veita tænastu og støðugt at arbeiða í tænastuvinnuni. Afturvið føroyska lambsrygginum frá Norman úr Goa í India er reyðvín frá fyrsta vínvininum hjá Áarstovu, Gérard Bertrand, í landslutinum Languedoc-Roussillon har suðuri í Fraklandi.   Heystslaktið við borðið í Áarstovu endar við blóðkøku við ísi og kirsiberjum omaná. Afturvið er sjerri og at enda kemur kaffi við einum glasi av Lustau de Jerez. Í rúminum, ið er innrættað sum í bláa køkinum hjá Peturi W. Háberg, sita Jens Pauli Rasmussen og vinmenninir, og tosa um vinnumøguleikar í matstovuvinnuni. Jens Pauli og Jóannes tosa um møguleikar fyri slakti og at selja kring landið, og um ost úr seyðamjólk. Jens Pauli hevur fyrr í hesum rúmi bjóða makedoniskan ost úr seyðamjólk. Vistfrøðiligt og beint frá bóndanum í Berovo har eysturi í landinum dygst við bulgarska markið. Mørk verða flutt, ikki bara har niðri á Balkan, men eisini her í stovuni, sum ein greið ábending um samstarv millum Miðstovuna heima á Sandi og Áarstovuna heima í Havn. Eftir lokna máltíð, dukar regnið so hart á rútin, at eingin hevur hug at reisa seg úr hesi hugnaligu stovu, Áarstovu heima í Havn. Jóannes, John og Teitur skifta orð um samstarvsmøguleikar millum stovurnar. Inn í Eysturoynna verða bara sjey og ein hálvur minuttur úr Hoyvík, sigur John, og sær fyri sær nýggja útbreiðsluøkið, sum skjótt er ein veruleiki. Tá fer Havnin at vaksa hjá matstovuvinnuni, heldur hann. Jóannes heldur fyri, at tá tunnilin kemur suður í oynna, mugu vit verða ein eind og ikki fleiri kommunur. Annars satsar man ikki heilhjartað uppá nakað, heldur ikki uppá at seta búgv og at veita bankalán til alternativar bústaðir í Sandoynni, heldur hann.  Hóast tíðirnar eru vinnuliga avbjóðandi, stendur eftir, at vit eiga bestu rávørur. Og viljin til samstarv kring rávørurnar og út á matstovuborðini er sterkur. Tað er niðurstøðan hetta illsliga heystkvøld við framúr lívgandi matskrá og samskifti uppi í Vertshúsinum í Áarstovu.   Bókmentavika í øllum Norðurlondum - Sløkkið elektriska ljósið, tendrið livandi ljós og verið við í felags upplivingini, tá lisið verður upp fyri fleiri enn 150.000 áhoyrarum um øll Norðurlond mánadagin 11. november! Soleiðis sigur fyrireikingarbólkurin, sum tríogtjúgindu ferð skipar fyri bókmentavikuni . Ársins bøkur til upplesturin eru brot úr Veitslan hjá Babettu (Babettes gæstebud) eftir Karen Blixen, og sum Kirsten Brix hevur týtt til høvið, barna- og ungdómsbókunum Pippi heldur føðingardag eftir Astrid Lindgren og Heimurin hjá Suffíu hjá Jostein Gaarder. Hetta eru tekstirinir, ið valdir eru at lesa upp í ár, siga fyrireikararnir. Tað eru Meginfeløg Norrønu felaganna, ið standa fyri verkætlanini, ið fer fram í viku 46 á hvørjum ári, og feløgini styðja á henda hátt uppundir upplestur, norðurlendskar bókmentir og norðurlendskt frásøgukynstur. Árið í ár er heilt serligt, tí í ár kunnu Norrønu feløgini í Danmark, Noregi og Svøríki hátíðarhalda 100 ára stovningardagin. Norðurlendska ráðharraráðið stuðlar verkætlanini, meðan bókasøvn, skúlar og aðrir stovnar leggja karmar til. Samskiparabólkurin hjá Norðurlendsku bókmentavikuni , ið hevur umboð úr øllum Norðurlondum, velur bøkurnar, sum lisið verður úr. - Tá tað er sum myrkast her norðuri hjá okkum, tendra vit livandi ljós og lesa eina søgu, er slagorðið handan tiltakið. Fá íblástur til upplesturin: Brotini, ið eru ætlað at lesa upp í ár, liggja tøk at taka niður hjá teimum, ið tekna seg til luttøku. Brotini finnur tú á øllum norðurlendskum málum, eisini føroyskum á www.nordisklitteratur.org Á síðuni fært tú eisini íblástur til, hvat ið kann gerast burtur úr vikuni. Vilt tú vita nærri? Far inn á wwwnordisklitteratur.org , les meir i um verkætlanina og tekna tykkara skúla, bókasavn, dagstovn ella stovn til luttøku. Kom og ver við at fagna norðurlendskum bókmentum og at halda í hevd siðinum at siga frá søgum! Okkum finnur tú á Facebook á Nordisk litteraturuge og á Instagram undir Nordisk_litteraturuge. Tak lut í myndakappingini: Marka myndir tínar við #nordisklitt19 og send tínar bestu myndir frá Norðurlendsku bókasavnsvikuni til Instagram ella á Facebook. Fyriskipararnir draga fýra hepnar vinnarar. Norrønu feløgini skipa fyri Norðurlendsku bókmentavikuni, ið verður stuðlað av Norðurlendska ráðharraráðnum og Nordisk Kulturfond.   Samband: Umsiting:  Anna Berg, verkætlanarleiðari Foreningene Nordens Forbund Teldupostur: projektleder@bibliotek.org Tlf: +45 53 69 30 66 Samband í Føroyum: Marjun Patursson, samskipari Norrøna Felagið í Føroyum Teldupostur: mava@kallnet.fo Tlf. +298 516274 Einki er sum syndarligar lagnur Einki er sum syndarligar lagnur, ið doyggja ungar, og sum vit tí minnast í smálutum, onkur alt lívið, tí hon var bara tvey ára gomul tá hon fyrstu ferð var á palli, stjørnan, og trettan, tá hon skrivaði sáttmála við MGM í Filmshollywood og sjeyogfjøruti tá hon andaðist í London. Tað er Judy Garland (1922-1969), barnastjørna, filmstjørna og sangarinna í egnum navni, hóast navnið var Frances Ethel Gumm, og alt lívið var lagt til rættis at standa á palli, og liva fyri at tekkjast øðrum í sementeraða stættarsamfelagnum. Í ár eru 50 ár liðin síðan Judy Garland doyði í London, har hon royndi at endurvinna pallin á náttklubbanum Talk of the Town eftir at alt var farið fyri skeytið í USA. Tí er eitt heilt serstakt høvið at síggja Oscarvinnaran Renée Zellweger (f.1969) bæði syngja og spæla høvuðsleiklutin í aktuella filminum um Judy, sum bretski Ruper Goold (f.1972) hevur leikstjórnað, og sum byggir á leikin End of the Rainbow hjá Peter Quilter. Umframt sangin og leikin, sum fær Zelwegger at verða eitt við Garland, eru tvey viðurskifti, sum í mínum eygum eru serliga hugtakandi í hesum filmi. Fyrst er tað írska Jessie Buckley (f.1989), sum sást í Beast í Filmsfelagnum herfyri, og sum næsta ár sæst sum countrysangarinna úr Glasgow í Wild Rose . Hon er framúr type-casta sum umboðskvinnan hjá Judy Garland í London í 1968/69, so framúr at hon stendur eins klár í minninum og Zellweger. Hin parturin er tveir miðaldrandi homoseksuellir menn, sum vit møta á náttartíð í London, tá Judy leitar eftir eini matstovu, bara onkrari, men alt er stongt, og tey trý enda heima hjá monnunum at gera eina fulkomuliga miseydnaða eggjakøku, tí eingin dugir at matgerða. Ein óbetalilig løta, sum verður endurtikin, tá vit í endanum síggja teir báðar aftur millum áhoyrarnar, syngjandi Somewhere over the rainbow. Tá situr sangurin sum aldri áður. Holocaustdagur Fríggjadagin, allarahalgannadag, sýndu vit ein av seinastu filmunum hjá helst kendasta franska leikstjóranum, François Truffaut (1932-1984), Le dernier metro frá 1980, sum í heimlandinum fekk tíggju César virðislønir. Hesin filmur er ein av fleiri, sum eru í savninum hjá Námi, sum eisini hevur temasíðu um Holocaust á undirvísingarportalinum Snar . Altjóða dagur til minnis um Holocaust er 27. januar og Nám hevur fingið til uppgávu at skipa dagin, nú hann verður almennur minningardagur í Føroyum. Í filminum Le dernier metro verða vit undir øðrum verðaldarbardaga førd inn í eitt leikhús í París, har leikstjórin er jødi og tí má fjalast. Ein søga, sum í innihaldi ikki er so langt frá JoJo Rabbit  (Taika Waititi 2019). Franski filmurin, sum vardi góðar tveir tímar, varð sýndur við enskum undirteksti. Fleiri mátar eru at hyggja eftir filminum. Yvirskipað kunnu vit siga, at kríggj er eitt teatur og at París undir krígnum tí eisini er eitt totalteatur. Onnur stikkorð, at hava við sær til eina sýning við Le dernier metro , kunnu vera: Illusiónin, tað eftirgjørda, tað, sum tykist vera; tað dupulta og tvítýdda; ein pallur, har menniskju møtast; intrigur. Antisemitisma er eitt gjøgnumgangandi tema. Leikhússtjórin, Lucas Steiner, er jødi. Eisini aðrir jødar eru í filminum. Leikhúsið sjálvt er eisini ítøkilig mynd av tí, sum fyriferst í samfelagnum og sæst aftur í ymsu hæddunum og rúmunum. Filmurin kann eisini brúkast sum partur av søguundirvísing at lýsa París undir øðrum veraldarbardaga og mótstøðurørsluna: Marion og hennara virkismøguleikar, og arbeiðsháttur, Bernard og hansara fjalda virksemi í mótstøðurørsluni. Listin og leiklistin er eisini eitt evni í filminum. Vit kunnu spyrja, hvussu livir listin og hvussu hevur hon tað í eini krígsstøðu og undir herseting. Ikki minst áhugaverdur er journalisturin Daxiat frá avísini  Je suis partout , sum merkir Eg eri allastaðni. Sexualitetur og eitt tríkantsdrama eru fastir tættir í einum Truffaut filmi. Í hesum føri eru tað Lucas, Marion og Bernard. Og so verður nomið við forbodnan kærleika eisini. Filmtekniski súmbolikkurin er ofta dualistiskur. Ljós og myrkur, seinasta metro, nátt, myrkalegging, tað dulda, og maskuspælið. Høgt og lágt, ella uppi og niðri. Lucas er maðurin niðriundir og Bernard er maðurin uppiá. Alt virksemið hjá Marion Steiner er bundið at og av hesum avmarkingunum, ið standast av krígnum, og ljós og skuggi verða nógv nýtt til at seta í perspektiv. Ikki minst, tá hon ferðast millum ovara partin av bygninginum og niður í kjallaran, har jødiski maðurin livir eina fjalda tilveru. Til ber eisini at fara 125 ára søguferð til franska høvuðsstaðin og fáa eitt sindur av upplýsing, Lumière. Tí illusoriska fyribrigdið filmur, biograffilmur, sýndur fólki í felag, varð uppfunnið í París um ársskiftið 1895/96. Brøðurnir Lumière høvdu fyri jól í 1895 filmað við 35 mm kamera. Einu upptøkuna gjørdu teir 25 km frá Marseilles í Suðurfraklandi. Frá einum føstum kamera vístu teir livandi myndir av einum toki, sum kom inn á støðina. Hóast seansan fyri 125 árum síðan einans vardi 50 sekund, var hon so sterk, at fólk kastaðu seg í gólvið av ræðslu, fyri tokinum, sum rullaði inn á støðina, og dagin eftir skrivaðu bløðini, at nú hevði nýggi miðilin blást lív í deyðan, sum við filminum var hildin uppat at fungera. Hvat fór tað næsta at verða, nú livandi myndir vóru uppfunnar og aldarskiftið nærkaðist? Afturvið eini tílíkari filmsýning, sum greitt nemur við Holocaust, ber til at bjóða jødakøku frá Amarant í Klaksvík og ísraelskt reyðvín, sum er sertifiserað kosher, og er av Golan heyggjunum har norðuri í Galilea, norðanfyri Galileavatn, sum eisini er kent sum Genesaretsvatn - vit hava jú eisini vøtn við tveimum nøvnum - har landið verður kaldast, og líkindini at gera vatn, ella í hvussu er gróður, til vín, eru tey allar bestu. Gerið so væl, Truffaut-filmur, kosher vín og jødakakur! Árni Øregaard tók myndirnar Tríggir filmar vinna virðisløn frá Námi Gilli frá 18u á Glasir, Sanna, Randi og Beinta úr 8. a  í skúlanum á Argjahamri Tilsamans 19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini hjá Námi, sum varð avdúkað í fulsettum skeiðshølum í kvøld. Tað sigur heimasíðani hjá Námi . Bundna evnið var heimsmálini hjá ST, sum skuldi lýsast í einum stuttfilmi, sum í mesta lagi er sjey minuttir langur. Filmurin skal nema við minst tvey av heimsmálunum og kunna brúkast í undirvísing, so sum hann er. Allir filmarnir síggjast í einum spælilista á Facebookprofilinum hjá Nám og Snar. Tríggir vinnarar vórðu funnir, sum allir deildu eitt fyrstapláss. Teir fingu sostatt ein triðing av virðislønini, tað er 10.000 krónur í part, av teim tilsamans 30.000 krónunum, sum Nám sponsoreraði. Grundgevingar hjá dómsnevndini vóru hesar: ”Gang ein túr” T1 Tekniski skúli, Klaksvík (2:34): Vit síggja eina vanliga føroyska bygd, sum er gjørd úr Lego. Filmurin, sum er gjørdur í stop motion, hevur ein greiðan boðskap, er viðkomandi, hevur gott ljóð og góðan útgangstónleik, sum er viðkomandi fyri evnið. ”Grøna broytingin” næmingar úr 18u Glasir (4:40): Filmurin er flott filmaður og leggur seg sannførandi afturat innsløgum í Degi og Viku. Filmurin vísir á trupulleikar og loysnir í sambandi við veðurlagsbroytingar og letur ekspertar og vanlig fólk sleppa at úttala seg. ”Rúsandi eitur” 8.a á Argjahamri (3:13): Hetta er klassisk filmslist, sum sýnir framúr kynstur at lýsa eina støðu, sum børn kunnu koma í orsaka av rúsdrekkamisnýtslu. Høvuðsleikarin spælir væl og vekir kenslur hjá áskoðaranum. Filmskvøldið í Námi byrjaði við at Árni Øregaard, formaður í dómsnevndini, bjóðaði vælkomin og setti eina 70-persóna lagkøku á borðið, meðan Rúni Eysturlíð spældi eyðkennisløg úr filmum á gittar. Stjórin í Námi, Eyðun Gaard, helt røðu um týdningin at geva filmi rúmd á øllum stigum í undirvísingini kring landið, tí førleikin er góður og áhugin er sjónliga stórur at arbeiða við filmi. Henda kappingin, sum Nám hevur skrivað út, vísur hvussu heimsmálini hjá ST eisini kunnu lýsast við hesum miðili. Eyðun greiddi eisini frá, at tað var eftir uppskoti frá Miðflokkinum, at heimsmálini hjá ST vórðu samtykt á tingi og at landstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, er úr sama flokki. Høvið varð at síggja allar innkomnu filmarnar á eini røð av teldum í gongini í Námi. Nú kappingin er av verða allir teir 19 innkomnu filmarnir at síggja á Nám og Snar profilinum á Facebook. Síðan verður filmskappingin eftirmett. Tey metingarvirði, sum dómsnevndini hevur brúkt, eru søgan sjálv, hvussu filmiska frásøgusnildið er brúkt og hvussu tøknin er frágingin. Eisini varð mett um øll loyvi eru í lagi at vísa filmin og hvussu hann kann brúkast í undirvísingini. Teir 19 filmarnir komu frá hádeild í fólkaskúlanum og miðnámi. Allir filmar uttan ein høvdu hildið seg innanfyri teir lýstu 7 minuttirnar. Tann eini filmurin var 2 minuttir longri, men varð tó ikki diskvalifiseraður. Glasir og skúlin á Argjahamri vóru best umboðaðir í kappingini, men filmar komu eisini frá Tekniska skúla í Klaksvík, Hoyvíkar skúla, skúlanum við Løgmannabreyt og Eysturskúlanum. Dómsnevndin taldi 6 fólk, 3 kvinnur og 3 menn, sum vórðu vald í Námi og í Kringvarpinum. Árni Øregaard, margmiðlasmiðjur, hevur verið formaður. Nám ynskir vinnarunum til lukku og takkar fyri stóra áhugan at vera við í stuttfilmskappingini hjá Námi. Nám takkar eisini Kringvarpinum fyri gott samstarv. Nám minnir samstundis á stuttfilmskappingina, sum Klippfisk skipar fyri um vikuskiftið. Árni Øregaard tók myndirnar. Týsk jól á Vaglinum  - Tað verða eini týskt inspirerað jól, tá smátturnar eru lidnar og settar upp her á Vaglinum, sigur Eiler Fagraklett í gamla kommunuskúlagarðinum frammanfyri Ráðhúsunum hjá Tórshavnar kommunu. Uppgávuna hevur hann fingið frá Visit Tórshavn, har Barbara Samuelsen er leiðari til 1. februar, tá Liljan Weihe tekur yvir. Tá fer Barbara aftur í starvið í Kringvarpinum. Stóra jólatræðið hjá kommununi er komið upp at standa á Tinghúsvøllinum. Tað verður tendrað leygardagin men uttan at nakað tiltak verður. Umráðandi er, at fólk ikki savnast og trokast í stórum tali. Kanska er træið minni enn fyrr, men meira harmoniskt enn vit minnast at hava sæð tað fyrr, eru vit samd um á Vaglinum. Niðri í Vágsbotni er fyrsta tekin um radikala broyting, hóast eingin lá eftirá, gjørdist arbeiðsleysur ella varð settur á dyr. Tað var tá Nólsoyar Páll varð tikin niður fyri at rúma eini skoytubreyt, sum nú er koyrd niðan í Gundadal, at geva pláss fyri einum parti av smáttunum, sum til samans mynda jólabýin. Ikki eru øll so samd um, at hetta er eitt betri inntriv enn skoytubreytin, hvørki fyri fólk ella handlar. Og røddir eru, sum harðliga rópa eftir at fáa Nólsoyar Páll aftur á pláss og tað í stundini. Og einasta rætta plássið er onga aðrastaðni enn beint her, siga fólk, hóast støð sum úti í Bakka, á Skinnaraskeri, í Nólsoy og á Biskopstøð í Klaksvík hava verið nevnd. Nei, hon skal aftur á sama stað, siga fólk, eg tosi við. Ein onnur broyting, sum longu er fráboðað eftir kommunvalið, hóast nýggja samgongan ikki tekur við fyrr enn eftir ársskiftið, eru ivasomu húsini í Hoydølum, sum studentaskúlin og HF skeiðið hava hildið til í alla okkara tíð og nú eru púra forfallin. Tey skulu setast í stand og verða lestraríbúðir og eldraíbúðir, sigur ein miðvísur Tróndur Sigurðsson í miðlunum, og hevur longu eydnast at fáa undirtøku fyri tankanum frá Jenisi av Rana.  Hetta boðar frá góðum og setur røring í miðbýin og ger nakað aktivt við tað óskipaða kjak, sum hevur verið millum fólk í langa tíð og kanska bara botnar í ónøgd við at so lítið hendur og at tað, sum hendur, ikki fellur í borgarans smakk. Tað er blivið ov langt millum borgaran og býráðið, spyrt tú meg. Og her er tað, at endurkosni býarkongurin, Heðin, aftur sleppur at fylla skógvarnar, sum hann sjálvur fyrr hevur skapt, traðkað og formað. Og skal eg taka í ein gamlan tráð, sum í øðrum endanum hevði júst bygningarnar í Hoydølum, so er tað gamli tankin, sum meir enn so eisini var eitt projekt, har samkoman Ebenezer og bygningur teirra við Glade Hjørn var í hinum endanum á einum spennandi tankaspinni í miðbýnum. Kanska er vert at almannakunngera tað uppskotið aftur, nú kapping er útskrivað um nýtt tjóðleikhús. Væl liggur tað fyri, hugsaða tjóðleikhúsið in spe, um gerðabýti kundi hugsast at verið gjørt millum hesi bæði, Hoydalar og Ebenezer, og møguliga onnur støð eisini, so bústaðir, samkomur og sjónleikur fullu á pláss, øllum til fragdar í einum livandi býi, har kjak gevur meining. Men alt er opið, soleiðis tykist støðan, nú eitt nýtt býráð um skamma stund fer til verka. Sjálvt miðbýartalvan hjá Sjónleikarhúsinum er opin. Kennist gott at ganga gjøgnum ein miðbý, har talvan enn er óskrivað. Livst so spyrst. Góða eydnu við góðum miðbýi. Nýggja kirkju á Argjum Mynd úr Dimmu í dag Hóast eg altíð havi rindað kirkjuskatt, slítið eg ikki nakra halgigátt. Í so máta burdi eg heldur flutt tað sindrið, sum fer í almenna kirkjugeiran, til eina privata brøðrasamkomu. Men tað havi eg heldur ikki gjørt. Helst tí at eg haldi, at reiðarin er hin sami, hvat tú so kallar kirkjuna, sum tú onkuntíð brúkar. Tí eigi eg eina aktiu í kirkjuveldinum. Samanumtikið man føroyska Fólkakirkjan vera eins góð og hin privatfíggjaða brøðrasamkoman, hvar hon so er, mitt í býnum ella úti í haganum, við ella uttan parkeringspláss til tey, sum enn aka omaná. Men okkurt bendir á, at nú kenna tey sær ikki hógv í almenna geiranum. Man tað vera so galið, at í materialistisku byggiørskuni, sum Tórshavnar kommuna hevur blakað okkum býarbørn út í, er ein verðslig, potensierandi kapping um bygningar farin í gongd?  Á sama hátt, sum hvør nýføðingur fyrr varð skrivaður upp á kommunukontórinum fyri grundstykki, tá hann ella hon einaferð bleiv ein peningagenerator, skulu nú eisini kirkjugangarar hava ein forskrivaðan part av verðini við útsikt og tí heila. Fyrilitarleyst, mitt á fyrstu parkett. Ikki tí, er tørvurin, so unni eg teimum tað, eitt nútímas lendislagað gudshús, har gamla Bivrøstsambandið, ið knýtti jørð og himmal í eina marglitta upp- og niðurfaringartrappu, kann takast í brúk, øllum til frægd og gleði har úti við Sandá.  So avgjørt. Men sambært grannanum er tørvurin ikki tann størsti.  Hin altíð skilagóða Karin, sum eg ikki hevði blunkað við at valt, stillaði hon upp til tingið ella kommunalið, hevur í dag lesarabræv í Dimmu, har hon sigur tingin, akkurát sum tey eru. - Eg síggi beint niðan á inngongdina í Argja kirkju úr køksvindeyganum. Hugsi mangan um, hvussu óhugaligt tað man vera at vera prestur har, tí tað eru so ógvuliga fá fólk, sum ganga har, sigur Karin. Tað fær meg at hugsa tann ófyrigeviliga tanka, hvørt kirkjur og teirra verjar og lið veruliga eru blivin partar av tí byggiørsku, ið púra sjónliga herjar landið, sum vóru vit í seinastu ørindum í einum byggitestamenti, ið er so apokrýft, at eingin veit um tað at siga. Man tað vera blivið so galið? Nei, gev mær heldur ein kommunalan biograf, enn eina kirkju afturat, nú vit eru farin at telgja okkum skattafíggjaðar gudar undir opnum himni. Kreativur háskúli Í dag bjóðaði Pernille Mejslov okkum í Námi til framsýning á Føroya Fólkaháskúla, har hon undirvísir í kreativari skriving og tekning. Hon er úr Lejre kommunu við Roskildefjørðin. Samstundis løgdu hon og Rigmor Dam seinastu hond á næmingablaðið Tjaldrið, sum er eins gamalt og háskúlin, 120 ár. Næmingarnir hava sjálvir gjørt alt blaðið og myndprýtt við tekningum og fotomyndum. Á baksíðuni er fotomynd av eini instalatión við eini song og slóð til tónleikastykkið Sovi Bara hjá Jónas Langgaard. Eftir gongini hava næmingarnir á heystskeiðnum gjørt ein stóran máling, har tey eiga eitt petti í part. Næsta ár er málninguri ein annar, sigur Pernille. Permuna á søguliga Tjaldursblaðnum hava teir tríggjar Ýr Ákadóttir, Paulina Joensen og Annika á Fløtum Rasmussen gjørt. So ganga vit gjøgnum túnið, heilsa uppá nýggja stjóran, Hedvig Weserlund Kapnas, og ganga yvir í Hansastovu, sum er kreatva húsið, har eisini kjallari er. Fyrst fyri eru litfagrir fuglamálningar hjá Anniku, su er 18 ára gomul og úr Kollafirði. So fara vit inn í stovuna, har fleiri arbeiða við ymsari tøkni, ymsum myndaevnum og formatum. Fyrst fyri er 21 ára gamla Poulina av Oyri, sum hevur serligan alsk til skriðdjór, hon hevur eina pythonslangu, og so ger hon nógv við mandalatekningar. Poulina hevur teknað alt tað hon minnist, og vónar, eins og hinar vit møta, at kunna liva sum listafólk. Okkara ørindi eru at síggja avrikini, sum Pernille hevur bjóða okkum til, nú skúlin í Hornabø í Havn fyllir 120, og kanska fáa eyga ein nýggjan teknara ella illustratør til komandi bókaútgávur. Við síðuna av Poulinu arbeiðir 16 ára gamla Ýr Ákadóttir av Tvøroyri. Eisini hon hevur teknað síðan hon minnist, og droymir um at kunna liva av list og at arbeiða sjálvstøðugt heimanífrá. Triðja unga myndlistakvinnan, sum vit møta á heystskeiðnum í háskúlanum í Hornabø, er 17 ára gamla Amy Sofía Poulsen úr Miðvági. Í Tjaldursblaðnum upplýsir Amy, at hon hevur teknað síðan hon fýra ára gomul gekk í barnagarði, droymir um framhaldandi at búgva í Føroyum, og at sleppa at tekna til film og bøkur - og at skriva. 120 ára haldið verður á skúlanum fríggjadagin. Rigmor, sum eins og Pernille er lærari, fæst við at gera gamla skúlan mitt í Havn sjónligan. Hon spyr meg, hvat eg hugsi, tá eg hoyri Háskúlan nevndan. - Ull, sigi eg. Fyrr søgdu vit, at ull er Føroya gull, men í dag er ull okkara avbjóðing. Meðan alt kann gerast tann bera ull, ikki minst í munni, so kann ullin eisini foredlast og verða nakað heilt nýtt og ovæntað, kanska ein merkivøra, ið fær sítt egna lív á filmi sum ein stjørnutroyggja til dømis. Tað er avbjóðingin, haldi eg fyri í gongini í Háskúlanum. Og so aldrin at sova dagin burtur, men altíð halda seg aktivan í mun til áhuga og setning. Og júst tað knýtir til eitt tónleikastykki, sum Jónas Langgaard hevur gjørt til næmingablaðið Tjaldur og fotomyndina av installatiónini á baksíðuni á blaðnum, sum er av eini song! Fylg hesi slóð og hoyr Sovi Bara hjá Jónas Langgaard. Takk fyri innbjóðingina! 12 filmar komu inn Tá freistin var úti á midnátt í gjárkvøldið, vóru 12 filmar komnir inn til skúlakappingina hjá Námi at gera stuttfilm um Heimsmálini.  Hesuferð var úrvalda heimsmálið nummar 14: Lívið í havinum, á enskum Ocean Literacy. Formaðurin í dómsnevndini, Árni Øregaard, sigur, at nú verður mett um úrslitini við tí í hyggju, at finna eina vinnara. Vinningurin í árligu stuttfilmskappingini hjá Námi er 30.000 krónur. Sum nakað nýtt verða allir teir innkomnu filmarnir í stuttfilmskappingini hjá Námi vístir á stóra løriftinum í Havnar Bio.  Tað er fríggjakvøldið 11. desember kl 19:00. Øll tey, sum hava luttikið, hava ókeypis atgongd og fáa ókeypis poppkorn og kola afturvið.  Eyðun Gaard, stjóri í Námi, verður til staðar og fer at kunngera vinnaran við orðingini frá dómsnevndini. Tiltakið varar ein góðan tíma. Til at gera vart við filmskappingina hevur Nám fingið loyvi frá Haraldi Bjørgvin at brúka myndir, sum hann hevur tikið undir vatnskorpuni. James Bond er hin mest sæddi í ár James Bond er vinnarin í biografunum í ár. Í Havnar Bio hava fleiri enn 7500 sæð filmin, og í Danmark er tað fyrstu ferð, at ein James Bond filmur fer um milliónina. So mong hava sæð No Time To Die, sum er 25. James Bond filmurin og hin seinasti hjá Daniel Craig, sum eisini velur at leggja beinini á Trøllanesi. - Her hjá okkum er tað mest sæddi filmur í ár. Kappingarneytarnir eru teir báðir føroysku filmarnir Skál og 111 Góðir Dagar, sum 1500-1600 fólk í hvørjum føri hava sæð, sigur Mourits Clementsen, sum rekur Havnar Bio. Hann leggur afturat, at í Danmark, har filmsveitararnir eru, skulu vit tólv ár aftur í tíðina at finna ein film, sum fór upp um eina millión í seldum atgongumerkjum í Ríkinum. Tað var Avatar, sigur Mourits. Og hesin filmurin No Time To Die hevur bara gingið í hálva sjeyndu viku. SF Studios, sum eiga filmin, upplýsa, at í Danmark, Føroyum og Grønlandi, hevur nýggi James Bond filmurin skapt biografunum eina inntøku, sum er omanfyri 126 milliónir. Stjórin í SF Studios, Frederik Malling Juul, sigur, at No time to die er ein stór felagsuppliving mitt í einari pandemi, og tað hava vit brúk fyri, felagsuplivingini. Og so hevur atgongumerkjasølan nú staðfest, at eftir íbúgvaratali er danska Ríkið heimsins størsta Bond territorium, sum vit eru serliga errin av, sigur Frederik Malling Juul.  Netflix ger tað aftur Eftir eitt hálvt ár við ongum, slettis ongum, áhugaverdum filmi yvirhøvur, tørnar Netflix nú fyri við einum mafiafilmi, sum bara stroymingarrisin hevur havt ráðini til at gera lidnan. Einki annað filmsframleiðslufelag vildi fíggja ovurhonds dýra filmin, sum út á dagin í dag, mikudagin 27. november, varð leysgivin at síggja. Talan er um The Irishman hjá Martin Scorsese, sum letur okkum fylgja við, hvussu leikur fór um ólavsøkuleitið í 1975, tá amerikanski fakfelagsformaðurin Jimmy Hoffa (Al Pacino) varð fyribeindur, hvarv og aldri kom aftur í aftur. Sjey ár seinni, hin 30. juli í 1982, varð Jimmy Hoffa lýstur deyður at vera, in absentia. So løgið tað ljóðar, er tað fyrstu ferð at Al Pacino hevur spælt í einum Scorsese filmi. Stillføri høvuðsleikarin er Frank Sheeran (Robert de Niro), ið hevur eyðknevnið írin, tí hann er ein lítillátin og altíð álítandi arbeiðarpatriotur, sum er av írskari ætt, og sum frá líður fer at ganga blóðdryppandi ørindi fyri mafiafamiljuna Bufalino, har Russel Buffalino (Joe Pesci) er patriarkurin. So flyta vit okkum á ellisheimið, har írin nú situr 83 ára gamal í rullistóli og fortelur søguna, sum hóast hon er briljant og sannførandi heimssøga heilt frá endanum á øðrum verðaldarbardaga og fram, í hálvan fjórða tíma, er einføld og løtt at fylgja við í. Og her er tað, at kostnaðarmikla yngingarviðgerðin, sum er talgild, fær ein leiklut, so vit síggja somu leikarar sum ungar og samtíðareldri, 77 ára gamla nútíðar De Niro, sum 24 ára gamlan og nýheimkomnan amerikanskan krígsveteran úr Italia, til núverandi aldur og 6 ár eldri. Tað er tað. Hartil er tað komið. Nú er tað har. Tað er tað. Soleiðis fella orðini frá Russel Buffalino til Frank The Irishman Sheeran. Vinmaðurin Hoffa er farin ov langt og má steðgast. Nú er tað komið har til. Soleiðis ljóðar, tá ólærdir arbeiðsmenn við alt ov nógvari bráðkomnari pengamakt skifta orð, álvarsorð, sum ikki kunnu takast aftur og enn minni venda løgdum ætlanum. Men ber tað til at beina fyri einum av sínum egnu? - I went to school for five fucking years, sigur órættaði Hoffa, og sipar til fangahúsið, har hann gekk livsins skúla. Hetta er samfelagslig uppstigan hjá einum ungum arbeiðara, íranum Frank Sheeran, sum í byrjanini longu er krígsveteranur heima í Philadelphia, og nú søgan tekur við, er einsamallur á ellisheimi. Fyrsti hann møtir sum ungur eftir kríggið, er Russel Buffalino, ið hjálpir honum við einum uppsteðgaðum motori. So koyrir tað bara, sum sagt verður. Mutur sum lív og vinnuvegur, meðan katólska kirkjan signar. Hon er kittið í litfagra mafiasamfelagnum. Írin møtir Angelo Bruno (Harvey Keitel), sum í mínum eygum er mest hugtakandi fysiognomi í øllum filminum, hóast leikluturin er lakoniskt lítil. Hetta er ein filmur um trúfesti, har klipt verður róliga aftur og fram. Hin mafiahelvtin, sum eisini svør til trúfesti, heldur fyri, at kunnu teir drepa ein forseta, so kunnu teir eisini drepa ein fakfelagsforseta. Sipað verður til John F. Kennedy og sjálvan Hoffa, sum nýggi filmurin hjá Martin Scorsese ikki smæðist fyri at siga, at amerikanska mafian í báðum førum drap. Soleiðis er tað. - Kom okkurt til tíni hús, so koyrdu vit tað. Kom okkurt ikki til tíni hús, so var tí at vit ikki koyrdu. Vit kunnu steðga Amerika, nær tað skal verða, sigur ein sigurssælur Hoffa, ið enn ikki veit, at nakar vil honum ilt. Fyrstu ferð hann er í sambandi við íran er um telefonina. - Vilt tú verða partur av hesi søgu, spyr Hoffa hin fámælta íran, sum lágmæltur sigur: Yes I Will... - Eg helt, eg tosaði við General Patton, sigur írin tá hann leggur rørið á. Telefonina eigur Russel Buffalino, sum allan vegin er formidlari í gongdini í filminum. Hetta er ein mannfólkaverð. Vit hoyra um pensiónkassar við millónum í, sum Hoffa hevur atgongd til, samstundis sum heimssøgan úr amerikanskum sjónarhorni verður brett út um bakløriftið, annar verðaldarbardagi, Kennedyhúskið, Kuba, Castro, Svínabuktin, morðið á John F. Kennedy, Watergate og Sarajevo. - Einastu, tú ikki kanst líta á, eru millióningabørn, sigur Hoffa, ið er sansaleyst óður inn á Kennedyfólkini. Og nú er Bobby farin at kanna alt, sigur hann í øðini heima í stovuni. Nixon kemur til, tí hann fær hópin av pensiónspengum frá Hoffa og The Teamsters . Hetta er effektiv og ikki sørt stuttlig søga við filmi sum fremsta nation-building miðili. Hoffa er eitt hysteriskt reyvarhol, sum bara rópar og hevur - í skapi av aldrandi Pacino - eitt rættuliga avmarkað kenslu- og ræddarregistar. Hinvegin roynir hann at fáa innisæla íran at opna seg, men til fánýtis. - Tú sigur mær aldri, hvussu tú hevur tað, sigur Hoffa við íran, og sendir okkum ein tanka til filmin Joker, ið fánar í hesum selskapi. Írin verður lagaður og skaptur, so hann seinni endurtekur alt tað, ið hann hevur lært. Dømi um vána eftirmæli av Hoffa er, at í filminum letur Scorsese hann seta seg púra órørdan at súpa ein bíligan ís á einum diner, tá sjónvarpið ber tíðindini um at John F. Kennedy er myrdur. Írin hyggur eftir honum. Fyrr í filminum hevur hann undrað seg yvir, hvussu ein kann drepa ein av sínum egnu. Ikki bara tankin, men sannkenningin um, at Hoffa er meir enn ódamligur, er gróðursettur og farin at næla. Og so er hann turrisligur avhaldsmaður, hysteriski Hoffa. Og tað verður bara verri. Hann missur sansin fyri øllum gerandisligum viðurskiftum og hevur ongan realitetssans. Ein simpul maður er fangaður í síni egnu ómentaðu fávitsku. - Hann kann ikki halda fram at tosa soleiðis við okkum, siga samstarvspartarnir og undirsáttarnir. Longu í byrjanini verður avdukað, at tað er advokaturin hjá Hoffa, Bill Bufalino (Ray Romano), sum í rættinum skal verja leigudrápsmannin Frank Sheeran, íran, fyri níðingsgerðina, at drepa vinmannin Hoffa. Og rættarverjan er so mikið góð, at vit sita spent gjøgnum allan film, at frætta, hvussu írski vinurin og lastbilaførarin kundi koma í tað støðu, at hann beindi fyri Hoffa, ið brúkti alt lívið at bøta um viðurskiftini hjá júst lastbilaførarum og øðrum flutningsarbeiðarum í International Brotherhood of Teamsters. Tað er henda frásøguliga filmskjarna, ið ger filmin so áhaldandi góðan. Tónleikurin er tíðarrættur, hetta er arbeiðarin, ið hevur bowling sum savningramentan. Kvinnurnar eru at hyggja eftir og at investera í. Soleiðis er tað. “The guy with the gun” verður írin nevndur í einum setningi, tí eftir fýra ár í Italia dugir hann at skjóta, vera í kríggi og at tosa italskt, sigur nýggi mafiaarbeiðsgevin við ein annan. Filmurin dvølir við smálutir, ið eiga at verða sæddir á stórum lørifti og í góðum stólum og rúmi. Hetta er ein krevjandi biograffilmur, har gott er at gera seg út við Jack Daniel’s í kopphaldaranum. Angin, smakkurin og liturin á Jack Daniel’s gongur væl afturvið The Irishman . Og so slær hann í báðum førum hart, drykkurin og filmurin. Estiskt fært tú huga at lesa til arkitekt, bona bilar og eta steaks við feittmarmoreraðari rond. Greitt er, at alment fíggjaða kríggið fyrst skapti og herdi íran og síðan gjørdi hann til perfekta drápsmannin í soldinum hjá amerikansku mafiuni, ið eisini hevði rót í Italia, so tað allan vegin er ein lønandi amerikanskur vinnuvegur hjá einfoldigum men marknaðarsterkum entreprenørum. Søgan byggir á sjálvævisøguligu og sannferdigu bókina I Heard You Paint Houses um Frank The Irishman Sheeran, sum Charles Brandt skrivaði í 2004. Set-up’ið er sannførandi sum altíð hjá harðrenda søgumanninum Scorsese, sum nú eisini er vorðin gamal og gevur sær stundir, í løtum kanska ov nógvar og góðar, at knýta saman eina orsøk, amerikanskt patriotkríggj í Italia og italsk familjukríggj í Amerika. Alt fyri at halda maktina og ávirka samfelagsgongdina, tá tú einki álit hevur á nøkrum uttan harðskapi, sum er tað einasta barometur og parametur, ið tú sum maður og valdspersónur hevur førleika til at arbeiða við. Kríggj elvir til kríggj, og fongsulsrevsing fyri brotsverk elvir til meira fongsul og fleiri brotsverk. Tað er áleið moralan. Tá hann er bestur, dvølir filmurin við avleiðingarnar hjá hesum aldrandi manni, Frank the Irishman Sheeran, sum nú hyggur aftur á ógerðirnar, filmiskt nakað mildari enn eg hevði væntað. - Øll eru deyð, siga CIA agentarnir við Sheeran á ellisheiminum í endanum á filminum. Hann hevur júst verið og keypt sær eina írskt-grøna kistu fyri 6000 dollars. Tá fekk hann 1500 dollars í avslátturi og skuldi taka hana við sær, kistuna. So rullar hann í koyristólinum til prestin af fáa seinastu oljuna. Ein deyðamerktur filmur er komin at endan. - Hvør fer at ringja og sigi sovorið í telefonini, mutlar írin fram fyri seg, og presturin skilir einki. Tigandi írin tekur tøgnina við sær. - Tú hevur lívið fyri tær, sigur hann við ungu sjúkrasystrina, ið mátar blóðtrysti. - Og lat hurðini standa á glopp, tá tú fert, sigur einsamalli maðurin við deyðanum í durinum. Ein nemandi poetisk søga. Um úr ongum at vinna alt og bøta við meira. Einsemi, har sjálvt tíni egnu børn ikki vilja kennast við teg. Um filmurin Joker fyrr í ár spurdi mannin, hvussu hann hevur tað, so spyr hesin enn harðari: Maður, hvussu hevur tú tað?  Tríggjar vikur í amerikanskum biografum kvalifisera filmin at koma í Oscarkappingina, og so kann hann vísast á heimavølli, sum er privati sjónvarpsskíggin hjá hvørjum einstøkum, har stroymingartænastan bjóðar hald. Og tað er í dag, mikudag 27. november, kvøldið fyri Thanksgiving Day í USA, at filmurin nú sæst her. Ikki tí, hevði annar av teim báðum biografunum, Atlantis í Klaksvík og Havnar Bio í Havn, valt at vísa filmin, sum er tøkur í hesa stuttu tíð, so høvdu teir verið tveittir úr góða samstarvinum, sum biografarnir eru í beint nú. Hetta vísir tvíeggjaða svørðið, sum Netflix er. Annan vegin fíggja tey nakrar av bestu biograffilmunum ár undan ári, og hinvegin máa tey støðið undan biografvirkseminum, sum er at síggja film á stórum lørifti í felag, kring allan heim. Netflix hevur eisini havt ráðini at keypa seg inn í eina bretska Arthaus-ketu av biografum, so tey har hava trygd fyri, at teirra filmar eisini verða vístir millum fólk í biografi. Sterka stroymingartænastan hevur eisini eydnast at sáa og skapt split millum árligu filmstevnurnar í Venezia og Cannes, har tey í fyrra førinum vísa Netflixfilmar og als ikki í hinum førinum. Kanska er tað tí, at vatnflóð hevur herja í Venezia seinastu dagarnar. Hvørja avirkan Netflix fer at hava á biograffilm framyvir veit eingin. Men ein avleiðing av teim at síggja til endaleysu røðum, sum spretta úr stroymingartænastunum er, at ein app er uppfunnin, sum á mobilum gadgets kann spola við skjótari og hálvskjótari ferð, tá røðirnar dovna, verða keðiligar og krevja ov nógva tíð at verða sæddar og skapa umrøðu. Helst er appin eitt greitt tekin um, at ovurhonds konsummerkta filmsforbrúkarrisman fer at halda uppat, í hvussu er soleiðis, sum vit í dag kenna hana við røðum eftir røðum, har lítið og einki hendir, eisini hiðani úr Norðurlondum. Og so er hóskiligt at nevna, at millum mongu filmarnar á Netflix eru eisini Scorsese verkini Mean Streets (1973) og Goodfellas (1990). Øll við áhuga fyri filmi eiga at síggja The Irishman . Ger teg væl út, set teg væl til rættis og skrúva hart frá í heimabiografinum. Tað er tað. Holocaust x 3 Jógvan D. Hansen, heimspekingur, fer at innleiða sýningina við "The Painted Bird" í Filmsfelagnum mikukvøldið. Tað er fyrsti av trimum nýggjum filmum um holocaust, sum Filmsfelagið fer at vísa í vetur. Hinir báðir eru "Tímar í persiskum" 20. januar og "Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninina", sum verður sýndur sjálvan holocaustdagin 27. januar 2021. Tá nazistarnir undir øðrum Verðaldarbardaga byrja at hóptýna jødar í Eysturevropa, senda eini jødisk hjún sonin út á bygd at vera hjá mostrini, har hann kann fjala seg. Men tá hon bráddliga doyr, noyðist einsamalli drongurin at klára seg í einum veruleika, ið er stýrdur av haturi, ræðslu og harðskapi, har hvør dagur er ein bardagin fyri at yvrliva í einum fyrilitarleysum samfelag, sum russiskir og týskir hermenn stýra við harðari hond. Tá kríggið endiliga er av, veksur persónligi bardagin innan í honum at finna seg sjálvan. “The Painted Bird” er ein rá og ótilgjørd lýsing av skakandi støðuni undir krígnum í Eysturevropa, sýnd í svørtum og hvítum og tikin á 35mm filmi, har kendir leikarar leggja afturat søguni, ið aldri má henda aftur. Vit síggja Harvey Keitel, Stellan Skarsgård, Barry Pepper, Udo Kier og Julian Sands. Filmsútleigarin Another World Entertainmetn hevur útvegað Filmsfelagnum henda sterka stórfilm um ein part av Holocoust søguni í Eysturevropa. Jerzy Kosinsky (1933-1991), sum eisini skrivaði ”Being there”, hevur skrivað samnevndu søguna, sum filmurin ”The Painted Bird” byggir á. Annar holocuatsfilmurin í røðini hjá Filmsfelagnum er ”Persian Lessons” ella Tímar í persiskum. Vit eru í Fraklandi undir øðrum verðaldarbardaga. Árið er 1942 og SS hermenn hava tikið unga belgiska jødan, Gilles, og sent hann í týska konsentratiónslegu. Komin í leguna, finnur hann uppá at siga seg vera úr Persia. Gilles verður tikin til viks at tana køksleiðaranum í leguni, Koch, sum altíð hevur droymt um at læra seg farsi og at opna matstovu í Persia, tá kríggið er liðugt. Vinalagið millum teir báðar verður ikki tikið væl upp millum fangar og vaktarar, og Gilles óttast meir og meir fyri tí degi, tá hann ikki longur kann dylja sannleikan. Filmurin byggir á søguna “Erfindung einer Sprache” hjá týska Wolfgang Kohlhaase (f.1931). Vadim Perelman, sum er føddur í Ukraina í 1963, gjørdi í 2003 fyrsta filmin “House of Sand and Fog”. Nýggi filmurin “Persian Lessons” er á týskum, fronskum, persiskum, enskum og italskum máli. Londini Russland, Týskland og Hvítarussland hava staðið saman um at gera filmin, sum verður vístur í Føroyum í sambandi við altjóða holocaust dagin. Filmurin hevur 15 ára aldursmark. Í Týsklandi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum er uttan aldursmark og hevur heitið ”Als Hitler das rosa Kaninchen stahl”. Í týska familjufilminum, sum Filmsfelagið vísur við donskum undirteksti á altjóða Holocaustdegnum, fylgja vit einum jødiskum húski, ið flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London. Oscarvirðislønti leikstjórin, Caroline Link (f.1964) hevur gjørt filmin úr skaldsøguni hjá Judith Kerr (1923-2019), sum í 1972 skrivaði When Hitler Stole Pink Rabbit. Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon úr London segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum. Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019. Høvuðspersónur í filminum er eins og í bókini 9 ára gamla Anna, sum ikki veit, hvør Hitler er. Hon er nógv spentari at ganga í skúla og at spæla við vinir. Tí heftir hon seg ikki við tey mongu Hitleruppsløg, sum bráddliga eru at síggja í býnum. Men tá pápi hennara hvørvir, og tey øll rýma í loyndum úr Týsklandi, fær Anna varhugan av, at maðurin á uppsløgunum fer at broyta Evropa, og at lívið aldri fer at verða sum fyrr. Týski filmurin ”Als Hitler das rosa Kaninchen stahl” verður sýndur við donskum undirteksti. Skúlasýningar verða fyriskipaðar við at ringja til Havnar Bio tlf 311956 og 580020 ella skriva teldupost til bio@bio.fo Nertingarangist - nei tú! Danska orðið berøringsangst er so trupult, at eg finni onga brúkiliga týðing í orðabókini. Røringsangist er uppskotið. Havi aldri hoyrt tað fyrr. Eg fari at finna uppá orðið nertingarangist, ið hevur ein musikalitet sum etingarólag. Og tað hevur einki við korona at gera, nertingarangist. Men nú alt hevur verið á gosið av fótbólti, og vit taptu sum væntað, so fór eg at leita í allari miðlasøguni, um tað nakrantíð var komið fyri, at satira er gjørd um ein liðleiðara og venjara, sum fyri fótbóltsjournalistum burturforklárar, at teir taptu, og út í æsir greinar, hvussu nógv var ímóti teimum, og at júst tað at enda mátti elva til, sorry, at teir taptu. Tað er ongantíð komið fyri. Fótbóltur er heilagur og vit eru enn ikki komin hartil, at vit tora at gera satiru um fótbólt, hóast tað skuldi verið til høgra fótbóltsbeinið, nú vit hava útvarpssendingina Ónsvakt við framúr dagssatiru. Kanska kemur tað einaferð. Satira um fótbólt.  Alt hevur sína tíð. Eisini Kjølbro, Mikines og Victor. Ein av okkara fremstu høvundum, Jóanes Nielsen, ið er tað samtíðarskald, sum eg javnt og samt finni størstu fragd í at lesa, óansæð pallin, miðilin og høvið, hevur tikið sær rætt til at seta pengamannin Kjølbro, bíbliutýðaran Victor og listamálaran Mikines á ein og sama pall, Tjóðpallin í mentanargøtuni í Havn. Sum alt annað hjá Jóanesi krevur tað dirvi. Men dirvið í sjálvum sær er óinteressant, um tað ikki eisini er ein sjónligur originalitetur í ætlanini. Og so tað forloysandi - her er eigin nertingarangist, sum í journalistiskum fótbólti. Her verður farið eftir bólti, manni, ja sjálvt djevlinum undir føroyska mánanum. Her er poetisk forloysing og eingin nertingarangist.  Tá vit koma inn, situr freistarin við dyrnar, djevulin sjálvur, undur kabaretthatti. Hann, sum er ein hon, roynir at freista Victor men ikki lukkast at tøla bíbliutýðaran. Teir hava verið dansarar og sangarar, men alt er steðgað upp, nú teir eru mest sum innilastir á gráum tíðarleysum stovni, har alt menniskjansligt virði og fyritaksemi er pettað niður til at skræða pappír. Alt er steðgað upp og úr vælkomuháttalurinum hoyra vit They Long To Be Close To You, klassikaran hjá Carpenters, meðan vit seta okkum. So byrjar leikurin, tendrar og fer í gong.  Eitt eygnablunk í Føroya søgu, sum eisini kundi havt yvirskriftina hvussu byrjaðu samkomurnar og hvat var tað, sum gav menniskjum troyst í Klaksvík í 1920 og fram. Alt av einum erligum hjarta hjá poetinum Jóanesi, hvørs poetisku evni røkka heilt upp á mánan. Gamaní, ikki uttan hjálp frá leikstjóra og pallsmiði og øllum framleiðsluliðnum á Tjóðpallinum. Seks stjørnur av seks møguligum fyri at gera tað ómøguliga møguligt, mitt í einari nútiðar pandemi og við læknastríðnum í Klaksvík sum søguligum baktjaldi, at lata hesar tríggjar søguligu persónar spæla upp og niður eftir hvørjum øðrum, og lenda á einum alment menniskjansligum botni, har poesiin er fremsta drívmegin, eisini tá Kjølbro við Mikinesi í føvninginum fortelur um sluppina, sum aldri kom aftur. Tað er sterkasta sena í leikinum, sum eisini gevur katólsku beinagrindunum meining, tí líkini fylgja við, tá hann sær í eyguni á einkjunum, og meinigheitirnar, Betesda og Emmaus, finna nýggjan gróðrarbotn og Victor kennir kallið. Men líkini fylgja við. Fyrr hevur Jóanes í leikinum Eitir nakað land Week-end brúkt faðirmyndina og at gera upp við hana. Í hesum fjórða leiki til pall ger Jóanes nógv burtur, at mamma Victor doyði fyri at seta hann í verðina. Móðurloysingurin verður settur í miðdepilin í fiskimannaumhvørvinum. Ikki sentimentalt, men farandi eftir allar vágskálini frá slap stick komikki yvir satiru til stálsettan monolog og inniliga nærveru.  Og so stirðnar leikurin og vit eru aftur á gráa stovninum, meðan vit sum eina tvørsøgn hoyra They Long To Be Close To You. Gott og liðugt. Leikarar eru Hjálmar Dam, Nicolaj Falck og Hans Tórgarð sum ávikavist Kjølbro, Mikines og Victor, umframt Kristina Sundar Hansen sum djevulin og Annfinnur Heinesen sum danskur yvirmaður á hernaðarskipi. Leikstjóri er Guðjón Pedersen sum áður hevur leikstjórnað Aftaná undrið eftir Jóanes Nielsen, Kirsiberjagarðurin eftir Tjekhov og Breaking the Waves eftir Lars von Trier. Meistarliga innbjóðandi og effektivu pallmyndina hevur Edward Fuglø gjørt. Allan Dalsgarð tók myndir av leikinum á pallinum. Fyrstu og seinastu mynd í ummælinum tók eg úr áskoðarastólinum við fartelefonini. The core task is storytelling Fyri forlagið Sprotan tosaði eg í hálvan tíma við Jan Lamhauge um bókina Svik meðan Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum sunnudagin 24. februar. Nakað av fólki var møtt i høllini og bráddliga bleiv klokkan seks og tíðin var úti. Í prátinum vísti Jan á grundsjónarmiðið um at the core task is storytelling tá hann skrivaði bókina og annars arbeiðir við journalistikki. Trýst á myndina av bókapermuni niðanfyri og hoyr samrøðuna, sum varir hálvan tíma. Fyrr um dagin tosaði eg eisini við donsku Camillu Hübbe og útgávuleiðarin í Námi, Sigfríður Símunarson Sólsker, um bókina NORÐ , sum kom út á donskum í 2017. Tá varð hon vald at vera ein av 10 bestu bókunum við hesi grundgeving hjá Statens Kunstfond: "Ein øðrvísi frásøga um ragnarok, sum bjóðar unga lesaranum inn í verðina hjá norðurlendskari mytologi, og samstundis flættar frásøgan nakrar av avbjóðingunum í okkara samtíð væl inn í søguna. Samstarvið millum tekst og myndir er vakurt og máttmikið og gevur lesaranum eina meiri fullkomna uppliving." Nám hevur keypt rættindini til føroysku talgildu netútgávuna í tvey ár. Verkætlanin NORÐ byggir á norðurlendsku gudalæruna og Vøluspá, og er um veðurlagsavbjóðingar í framtíðini og ta felags søgu, sum er bundin saman við mentan og máli. Rannvá Næs Hoydal hevur umsett til føroyskt. Forna norðurlendska gudalæran og gloymdar náttúruverur fáa lív, tá ið 14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin. Á vegnum hittir hon tríggjar lívsklókar lagnugudinnur og íkornadreingin, Ratatosk, sum vísa henni veg niður í undirverðina Nivlheim. Her, djúpt inni í kjarnuni á jørðini er tann óndi drekin Niðhøggur í ferð við at gnaga lívsins træ,Yggdrasil, sundur. So við og við fatar Norð, at jørðin er við at ganga undir, og at hon er tann einasta, sum kann bjarga henni. Royndir hava víst, at tað økir um lesihugin at seta tekst, myndir, ljóð og rørslu við músini saman. Tí er talgilda NORÐ væl egnað til børn og ung, sum ikki hava dirvi at fara undir at lesa, ella hava trupult við at lesa vegna orðblindni. Í bókaprátinum henda illveðurs sunnudag klokkan eitt við fimtan møttum komu bæði Sigfríður og Camilla inn á týdningin at lesa fyri børnum, og at hava tey við til mentanarligar upplivingar. Camilla segði harafturat frá um skemtiligan, men eisini stravnan uppvøkstur og barnaár við foreldrum, sum vóru hyperkulturell . Skal nú ikki verða loyvt at prædika á føroyskum í Danmark? Í áratíggju hava teir donsku og norðurlendsku persónar, eg havi kent og samstarvað við í hálva øld, hildið, at tær søguligu tvístøður, og kann henda illstøður, sum hava verið millum ríkispartarnar Føroyar og Danmark, hava verið íkomnar av burokratiskum handilsforvaltarum og embæstisfólki, altíð menn, ið vórðu sendir til de fjerne øer ella høvdu fingið tær til at forvalta.  Annars hava mest sum ongar forðingar av varandi ringum slag verðið millum fólkini í okkara parti av Norðurlondum.  Soleiðis hevur semja verið, í hvussu er millum fólk, sum eru aktiv innan fólksligt norðurlendskt samstarv.  Tað er til enn, fólksliga samstarvið, hóast gongdin, kanska síðan aldarskiftið, er, at alt samstarv, sum fyrr var fólksligt, verður sett í kassar og fyrisitið sum verkætlanir við enskum fyrisitingarmáli. Og so undrast fólk, at eingin áhugi er longur fyri fólksligum manifesteringum, so sum norðurlendskum mentanarvirðislønum. Alt er blivið sektoriserað og marginaliserað, ein verkætlan hjá lesandi millum størv. Nú er tað komið hartil, at tær hevdbundnu prædikur, sum hvørja viku verða bornar fram á føroyskum í donskum býum og kanska oftari ude blandt græs og tørv, skulu trygdargóðkennast í autoriseraðari týðing til danska eftirlitið. Harrajemine, hetta er sum hjá Kafka í arbeiði fyri Dänische Gestapo.  Men arbeiðsskapandi verður tað.  Kanska ætlar stýrið hjá Mettu at øll tey, sum eru vorðin arbeiðsleys, nú hon hevur avsagt allan danskan mink, skulu avlúsast og umskúlast til at hava prædikurnar hjá nýdanskarum úr øllum ættum um hendi har í landinum. Hetta eru vissuliga spennandi tíðir fyri sosialdemokratiskt Geschäft. Men bispur hevur eins og Sjúrður fólkatingsmaður fatur á nøkrum, tá hann sigur at málini í Ríkinum eru javnt stillað, danskt í Føroyum og føroyskt í Danmark. Prestar, læknar, lærarar, pedagogar, løgreglufólk, tíðindafólk, grønthandlarar, tænarar, slaktarar, kokkar, ja øll øvrigheitin í Føroyum hevur altíð kunna tosað danskt, so sum teimum lystir. Ja, alt lívið um valið stóð til tað.  Vit hava ikki ilt av, at okkara børn fá undirvísing og ansing á einum fremmandum máli. Men tað aktualiserar spurningin, sum bispur reisir: Hvussu verður nú við donskum í Føroyum, um føroyskt ikki kann fáa somu rættindi til praksis í Danmark? Er hetta nakað annað enn eklatant smásinni? Vøkru myndirnar klipti eg úr einum broti í Degi og Viku í kvøld, har vit sluppu at uppliva eina føroyska prædiku verða simultantulkaða til danskt. Bara tí at hon var í Keypmannahavn, prædikan.  Ikki var tað frítt at bíbilska søgan um tornið í Bábel stakk mær av munni. Og ein spurdi, um eg meinti við Javascript umsetaran Bábel. So verðsligt er tað blivið, samfelagið, sum U2 lata stórbyar reiðmannin Johnny Cash syngja um í The Wanderer:  Frá Abba til Palme Sviar seta skránna í hesum døgum. Fyrstu við Abba og tíggju nýggjum sangum á Spotify, og nú við fimm pørtum um Palmedrápsmanninum á Netflix. True crime sjónvarpsrøðin byggir á bókina, sum forlagið hjá tíðarritinum Filter gav út í 2018. Tá vóru 32 ár liðin síðan Palmedrápið, og 18 ár síðan ósannlíki drápsmaðurin doyði fyri egnari hond. Tvey ár seinni, í 2020, kunngjørdu svensku myndugleikarnir at Stig ”Skandiamannen” Engström var Palmedrápsmaðurin, sum nú lá í grøvini og tí ikki kundi rættarsøkjast. So varð lok lagt á málið, sum eins og Kennedymorðið í USA hevði elvt til eitt tjóðaskaparligt trauma, men eisini hevði lagt lunnar undir óstýriligar søgur um samansvørjingar av øllum handa slag. Alt hetta verður rullað út í svensku fimmparta fiktiónsrøðini hjá Netflix, sum hóast hon byrjar og endar við drápsmanninum, er bæði spennandi og áhugaverd at síggja, tí hon er so mettað við fakta.  Høvuðsleikarin er Robert Gustafsson, sum vit fyrr hava sæð og annars er kendur sum stuttligasti maður í Svøríki. Tað er hann ikki í hesum filmi. Vit síggja eisini Mikael Persbrandt sum Hans Holmér, ið ikki lurtar eftir nøkrum uttan sær sjálvum.  Vit fylgja rundleitta grafiska teknaranum í Skandia, sum aldri verður tikin við uppá ráð, og gerst beiskari og beiskari, sum árini líða. Hansara góðlynta ynski um at gera mun verður mytomaniskt, og hann roynir eins og Forrest Gump at skriva seg inn í hendingar, eisini hana, tá Palme varð myrdur. Eingin lurtar og miseydnaði maðurin fer at drekka meir og meir.  Vit hoyra um barnaárini í Bombay í India har hann er føddur og hvussu foreldrini 1947 lata næstrafólk heima í Svøríki fáa dreingin til fosturs, tá foreldrini fara avstað aftur.  Høvuðspersónurin, Stig ”Skandiamannen” Engström, kennir seg kroystan frá øllum síðum, men eydnast væl í bridgespæli millum betra slagið í Täby í Stockholm, sum hann sær upp til og eru einastu vinir, hann hevur. Markantasti mótleikari í hesum føri er Magnus Krepper. Og so konan í aðru giftu, sum rýmir, tá hon ikki longur kennist við mannin, sum kanska er drápsmaður. Shanti Roney hevur ein spennandi leiklut sum innanhýsis sneytari í Skandia, sum verður knýtt at Palme familjuni. Søgan kann berast saman við Taxi Driver har ein einsamallur misfit, ein Vjetnamhermaður, fer av vitinum, tí hann hevur mist svøvnin. Hann fer at koyra taxa um náttini og vil gera mun, rudda alla óhumskuna í stórbýnum burtur. So startar hansar blóðiga vendetta. Hóast motivið er tað sama hjá hesum ósannlíka drápsmanninum, sum skjeyt Palme - ið júst hevði sæð Brödrena Mozart, sum Filmsfelagið vísti í Sjónleikarhúsinum um sama mundið, og hvørs leikstjóri, Suzanne Osten, hevur vitjað her - so er svenska søgan ikki so blóðdálkað, sum hin harðkókaða amerikanska. Hon er gerandisliga fordekt, tí hon fer fram í folkhemmet Sverige, har alt er til borgarans besta. Men júst henda søgan vísur, at einki riggar sum tað skal. Hjá løgregluni detta líkini út úr sosialdemokratiska fílabeinstorninum eitt fyri og annað eftir. Gott undirhald í fimm pørtum.  Reytt og vitalt Fríggjadagin bjóðaði Torbjørn Olsen til framsýning við fjúrtan nýggjum verkum, sum í fleiri førum vóru bæði størri og sterkari enn avmálda rúmið í Steinprenti henda dag kundi bera, tí so nógv fólk vóru møtt at síggja virkna koloristin, ið sum eingin annar støðugt prógvar ósvitaligu styrkina í livandi listini. Øll vilja keypa og eftir lítlari løtu eru bara tveir málningar eftir, og ein long røð av bíbilska Emmaus -prentinum eru eisini seld. Tað er langt síðan at Torbjørn hevur havt søluframsýning. Tað er Fríða Matras Brekku, sum tekur ímóti ordrum. Rúmið darrar í reyða litbaðnum, og einu løtuna er sum í grind, tá Zacharias, Tróndur og Anker fella inn í ljóman av erotiskt glógvandi málninginum, sum ber heitið Reyða sofan . Tað er ikki bara reytt, men eisini tølandi vitalt. Jan Andersson beyð vælkomin til søluframsýningina og Drifa Hansen framførdi tveir sangir, sum í seinna førinum veruliga trýstroyndi akustikkin í fylta rúminum, meðan Johanne Andersson spældi undir. Kinna Poulsen helt eina persónliga kveikta røðu fyri Torbirni úr Havn, sum hon knýtti til franska Claude Monet, tá hann sýndi fram í London. - Eg veit, at Torbjørn heldur ómetaliga nógv av Monet, ikki minst av teimum seinnu, koloristisku, nokk so villu, næstan abstraktu málningunum hjá franska meistaranum, segði Kinna og las úr einum brævi, sum Monet skrivaði til konuna úr London, har hann hevði framsýning í 1901. Monet er í iva um listina og sjónin er farin at bila. - Eg haldi tað vera áhugavert at uppliva slíkt vónloysi og sjálvkritikk frá einum grundleggjara av einum av heimsins mest viðurkendu listarákum. Brævið er skrivað eina knappa fjórðings øld aftaná stóra gjøgnumbrotið hjá Monet og hinum impressionistunum. Hetta er altso ein mikið fagnaður listamaður, sum skrivar, og so er brævið skrivað um somu tíð, sum hann málar ta framúrskarandi røðina av bretska parlamentsbygninginum. Hvussu kann tað tá bera til, at listamaðurin er raktur av slíkum herðindum av iva? Er ivin destruktivur, spyr Kinna í upplatingarrøðuni fyri Torbini í Steinprenti. - Ein veitslukendan dag sum hendan, varnast vit kanska ikki ivan hjá Torbirni í hansara koloristiskt sannførandi myndum við avgjørdum penslastrokum, men eg hugsi, at ivin er har allatíðina. Tað er ikki sjáldan, at málingin er vát, tá Torbjørn hevur fernisering, tí hann líka hevur korrigerað okkurt, sigur Kinna og nemur eisini við rúmið í stóra portrettmálninginum Karin . - Meðan kvinnan er málað soleiðis, at hennara grafiska skap sýnist fast og ítøkiligt, er alt rúmið kring hana eins og ein skyggjandi opinbering av litum og ljósi. Í veruleikanum er myndarúmið rættiliga abstrakt málað, bygt upp av litflatum og skjótum, skitsukendum penslastrokum, ið lýsa umhvarvið av rúminum, har kvinnan situr. Kompositiónin er ein dynamiskt vaggandi pyramida, sum er málað við denti á teir reyðu stivlarnir, sum næstan fara á flog út úr myndarúminum, har ljóst grønir og blágrønir flatar møta skyggjandi gulum og reyðum. - Sum ein spakuliga tutlandi løkur rennur ivin støðugt gjøgnum alt verkið hjá Torbirni, men ikki sum nakað destruktivt, tvørturímóti, sigur Kinna í upplatingarrøðuni. - Antin hann ivast um egnar kompetansur, um litir, kompositión ella annað, so haldi eg, at hann brúkar ivan konstruktivt eisini innihaldsliga. Tá gerst listarliga leitanin ein parallellur til ta eksistentiellu leitanina - hetta síggja vit somuleiðis í religiøsu málningunum og prentunum hjá Torbjørn, at ivin er púra grundleggjandi máttur í hansara skapanarprosess, segði Kinna Poulsen at enda í røðuni fyri Torbirni Olsen í Steinprenti fríggjadagin. Í miðlunum hevur Torbjørn altíð sagt, at hann tekur støði í tí, sum hann sær. Útgangsstøðið er at hava nakað at mála eftir. Hetta sama ítøkiliga arbeiðslag hevur altíð verið spennandi at eygleitt á úti í Grønlandi, á Skipasmiðjuni og alla staðni, har Torbjørn hevur arbeitt, eisini saman við øðrum, til dømis úti í Bakka í Havn, har Vestaravág er karmurin um sjón og rúm. Tað eru ikki bara starvsfelagar hjá Torbirni, listakøn og núverandi og fyrrverandi savnsleiðarar, sum á niðaru myndini, ið eru møtt henda litríka fagnaðardag á Skálatrøð. Eisini børnini sluppu at fagna ljósinum í livandi málningunum og samstundis geva okkum nýggjar inngongdir til vitalu verkini. Her er tað Nuria Akraberg Samsonsen, ið greiðir frá fyri pápanum, Eyvindi, meðan mamman, Randi, og eg standa aftanfyri og eygleiða listaligu interaksjónina, ið er so vónrík, at eg kann ikki bara mær fyri at avmynda - við loyvi. Í innbjóðingini til nýggju framsýningina í Steinprenti verður sagt, at hetta við at hava nakað at mála eftir, merkir tó ikki, at Torbjørn "andleyst leggur seg eftir at skráseta tilvildarligar partar av veruleikanum. Í grundini hevur listamaðurin ofta fyrireikað og pallsett sítt myndevni longu áðrenn hann fer í gongd. Tá Torbjørn málar altartalvur, byrjar hann til dømis við einum bíbliuteksti og við at kanna hvussu onnur listafólk hava borið seg at, tá tey hava málað hesi myndevni. Síðani finnur hann fólk at sita model fyri seg og hesi fólkini skal hann síðani skipa í eini hóskandi kompositión í atelierinum. Tástani kann hann byrja at mála og skipa myndina á løriftinum. Á sama hátt málar hann sínar framúrskarandi portrettmyndir, har hann fangar essensin av menniskjum í sinn og skinn. Torbjørn er enn sum áður kolorist og í nýggju málningunum hevur ljósið høvuðsleiklutin - ikki minst glæman, ið lýsir myrkrið upp. Í stóra áhuganum fyri ljósi og ljósviðurskiftum ber nokk til at síggja íblástur frá bæði sponskum og italskum barokkmyndum, frá fronskum impressionistum, donskum modernistum og føroyskum ekspressivum fyrimyndum, men runt roknað er Torbjørn Olsen sín heilt egni. Eg kenni í hvussu so er ongan, ið málar júst sum hann, sum hevur so markleysa palett sum hann og sum hevur so gott tamarhald á litunum sum hann,” sigur Kinna Poulsen, ið hevur skrivað innbjóðandi tekstin undan framsýningini, sum sæst í Steinprenti, har opið er frá 9 til 17 og leygardagar frá 14 til 17. Blaðmannaføroyskt Um vikuskiftið las eg føroysk minningarorð um svenska Jan Myrdal, sum andaðist 93 ára gamal hin 30. oktober. Hann, ið skrivaði minningarorðini var Jóanes Nielsen, sum eg avmyndaði í Göteborg í 2012, og miðilin at publisera minningarorðini var Facebook.  Umframt at lesa minningarorðini um svenska blaðmannin, rithøvundan og kontroversiella viðmerkjaran ytst á vinstravonginum, hefti eg meg við henda innskotna setning hjá greinahøvundanum: ”Sjálvur hevði Myrdal fastan teig á næstaftastu síðu sum hann nevndi “Skriftställing“, og skuldi onkur lesari kanska hildið, at tað liggur væl fyri hjá Jóanes Nielsen at skriva greinar, so er ein orsøkin, at eg royndi at taka við læru av hansara stíli.” Eitt gullkorn frá Jóanesi, helst okkara fremsta høvundi, óansæð hvør framsetingin ella skaldskaparslagið er.  Setningurin fær meg at leingjast sáran eftir blaðgreinum, har etableraðir høvundar av báðum kynum fanga tíðina í eini hvassari tíðargrein, eisini kallað essay. Í nýggjastu Dimmu hevur Høgni Mohr eina líknandi grein, hóast hon er nakað persónlig. Fyrr plagdi sama avís at prenta framúr tíðargreinar hjá júst Jóanesi, Oddvør Johansen, Hanus Kamban, Gunnar Hoydal og kanska fleiri. Fregnir bjóðaði eisini lesarum av við tekstum hjá Carl Johan Jensen. Og tað er da klárt, tí miðilin er skriftligur, og nú sleptst undan øllum óneyðugum fakligum forðingum sum at handfara hvønn bókstav og seta í blýggi og so framvegis. Nú kann skrivast mest sum beint í blaðið, uttan rættlestur og redaktionella viðgerð, ja eisini uttan yvirhøvur at prenta og kortini kalla útgávuna eitt blað. Møguleikarnir at skriva eru framúr og skrivandi fólkið at taka av er óendaliga nógv. Marknaðarstøðan skuldi eftir øllum sólarmerkjum verið hin besta nakrantíð. Men samstundis er lítil áhugi hjá miðlafólki at geva hesi heimligu rithøvundahevd rúm, ikki bara fyri at menna málið, sum turrisligir lærarar kunnu siga, men fyri at vísa á nýggjar vinklar og tilgongdir at skilja trends í tíðini, ella tíðartinnur, mitt í okkara egnu samtíð.  Nýggjasta er, at serstakliga stór misnøgd er við journalistisku vinklingina á eini forsíðu í Dimmu, ið sipar til eina grein inni í blaðnum, og tema og mynd á eini forsíðu á Sosialinum sama dag - og atfinningar eru javnt í sambandi við førleikan at skriva eitt hampuligt føroyskt - so kjakast tríggir journalistiskir fakpersónar um júst hetta á sama stað, Facebook: Fyrsti: ”Allir mínar dreymar um at flyta heim einaferð brustu har. Eri útbúgvin á SDU - bachelor í journalistikki og kandidat í almennum politikki. Spilt ár åbenbart.” Annar: ”Og so freistist eg at spyrja, hvør skal undirvísa? Allir teir føroysku journalistarnir, sum onki duga?” Triði: ”Tað at vera journalistur eigur nokk ikki so nógv at snúgva seg um at vera formliga útbúgvin sum slíkur, men heldur um hvussu man praktiserar journalistikkin.” Fyrsti aftur: ”Slíkt siga fólk ofta, sum ikki sluppu gjøgnum nálareygað og inn á útbúgvingina - gjøgnum upptøkuroyndir, samrøður osfr.” Endamálið, at ditta mær at klippa hesi anonymiseraðu brot úr Facebook kjakinum um standin í skrivandi føroyskum journalistikki, er at visa á ein varhuga, sum leingi, óalmindiliga leingi hevur verið á veg, og sum er at lesa seg ikki bara av bygdini, men heilt upp í eitt fílabeinstorn, har flaggast kann við einum pappíri, sum er prógv uppá at lønin er sjálvsøgd og uttan diskussión, tí tað sigur felagið, fakliga felagið, hóast forloysandi útbúgvingin er úr einum landi, har føroyskt mál og føroysk samfelagsviðurskifti ikki eru minstu partar av útbúvingargongdini.  Tó ikki sagt, at vit á nakran hátt skulu byrgja okkum inni í okkara egna fílabeinstorni, nei, heldur at vit frá ongum skulu fara undir eina útbúgving, sum á heimligum botni kann læra okkum, at keldur og heimildir eru í øðrum og fleiri londum enn Danmark einans, og annars at finna eitt natúrligt kjølfesti í føroyska samfelagnum og føroyska málinum. Tað er tað. Og eg haldi fyri vist at tað fer at bjarga blaðmannaføroyskum, einum máli, sum eg haldi er um at fara fyri bakka, fyri at brúka eina hundrað ára gamla orðamynd hjá Jóhann Kallsoy um føroyska dansin, sum hann tá helt var kom á gravarbakka. Men kanska giti eg eins skeivt og hann.   Abba fyri ommur og abbar Einki er sum gamal popptónleikur, at flyta teg í tíð, so tú ert akkurát har, tú fyrstu ferð hoyrdi Abba millum allan annan konsumpopp. Eftir sekundum ert tú har, tú fyrstu ferð hoyrdi SOS, nýbyrjaður í fyrsta ge og hugdi í húsan hjá gentunum á kostdeildini og uppdagaði, at Abba var eitt seriøst orkestur. Óluksáliga seriøst. Beach Boys harmoniir fyri bæði kynini djúpt í svensku skógini, hjá mær, sum lurtaði eftir Pink Floyd, analogt við nál frá Ortofon. Ikki bara fyri tað góða, men mest fyri ótolandi niðurlendsku Luv og tann týska konsumpopp, sum tá var frammi við floytum og írskum dansi, sum bygdi á gomlu ljóðmyndina Wall of Sound hjá Phil Spector, ið ræddist tøgnina, og tí smurdi tvífalt tjúkt uppá av øllum, og nú í førinum Abba, soleiðis sum Michael B. Tretow fataði løgini, lag omaná lag, í hvørjari studioupptøku. Av somu orsøk havi eg spolað framvið fyrsta sanginum, tí hetta er ov nógv Abba, hatta er tað reina kitsj. Men sangrøddirnar eru fokuseraðar og klárar. So er tað jólasangurin Little Things, sum slær botnin undan seriøsa Abba átakinum undan jólum. Ikki kunnu tey halda sær, hugsi eg. Handilsjólini mugu medvirka í lanseringini, sum er eitt marknaðarátak eins og tann rúgvan av bókum, sum ósvitaliga kemur á heimamarknaðin sjey vikur undan jólum, sum er merkantila mátið fyri marknaðarmettu. Sjey vikur. Puff hetta er lágpunktið, hugsi eg. Men so er ein Abba klassikari Don’t shut me down, bestur í høvuðtelefonum við groove bassi. Halgadoy hetta er gott. Hetta er essensurin av Abba, sum eg minnist hann, essensin av sjeytiárunum, sum nú venda aftur. Klaverið setur ytstu punktueringar, sum hjá Óla í Bláa Til allar vinir. Klaverið sum backbeat. Just a notion er ein framúr BobbySox pastisja, sum er flott klárað av Ann-Frid og Agnethu, sum eru 75 og 71 uttan at seta niður á aldurin, sum jú er diskriminerandi í hesum politiskt korrektu tíðum, men í poppi av Abba slagnum, er júst ungdómur og summar sjálvur hedonistiski miðdepilin. Aftur er tað rullandi klaverið, sum er útmark fyri herligheitunum, við bassi í breiðum gonguskóm. Bestu Abbasangir taka støði í 80 streingjaðum gittara, tað er klaverið, heldur enn kassagittara, sum hjá Beatles. Ja, tá tey vinda seg upp í endanum, dagar allur Oliver’s Army upp úr havsbrúnni. Kanska er hann, Oliver’s Army, besti ikki-abba sangur í løtuni, takkað verið klaverinum. Besti sangur av teim tíggju. Skurrandi persónligur, røddirnar fara úr trygga og defineraða karakterinum, tí her er nakað uppá spæl. Tí brennur hann ígjøgnum ljóðløriftið sum eingin annar. Hetta er lívslok og revisión. Eini kollsigld hjún, sum í elendigheit sanna, at hvørgi blivu tað, tey ætlaðu, men nú síggja í minsta lagi umhvarvið av at taka annað skinn um bak, og verða tað og tey, sum tey bæði ætlaðu. Men bara kanska, nú ellin og lívskvøldið kemur á. Hetta er popplyrikkur av góðum slag, ikki so gott sum popptopparin Neil Diamond, og slettis ikki við lýriskari fynd og styrki sum Jimmy Webb í The moon is a harsh mistress, men eins gott og á hædd við salvilsisfulla Garth Brooks, tá hann syngur um Unanswered Prayers, og tað, sum kundi havt verið, men ikki bleiv. Eksistentiellur poppur í einum tilverugloppi, tá hann er bestur. Uni Arge nemur í teksti varisliga við sama lyriska poppstíl, har ivin, við heimligum bravour, spælir við í sanginum Morgunin komin. Hetta er einastu ferð eg hoyri mennirnar, Björn, 76, og Benny, 74, blanda seg uppí kórsangin. Kvinnurøddirnar eru klárar sum fyrr, men nú við meira djúpfyllu. Her kunnu ommur og abbar taka undir armin og syngja við og gera júst tað til eitt ferðamál í sær sjálvum. At syngja Abba í felag. Spotify skiftir til Knowing me knowing you, there is nothing you can do. Ivist eina løtu, um hetta er gamla plátan ella ein nýggj fjøruti ára illusion, og tá eg lesi meg til, at hetta er upprunaligi og óbroytti sangurin, má eg sanna, at hittlista tónleikur frá tíðini, tá øll lurtaðu eftir Útvarpinum og teim sendingum, tá vóru, er tað mest seymleysa flutningsbandið, sum til er, tá tú úr sofuni við beinunum uppi á borðinum kann ferðast um mørk og tónar, og skapa ein so sannførandi innari film, at tú fyri vist hevur ein lomumba við cognac, kakao og vaniljuísi í hondini, meðan tónleikurin spælur. Lomumba. Tað er tað reina tíðarshow, henda Abba maskinan við tíggju nýggju sangum. Tá eg takki fyri lidna tónleikin og síggi, at har er hvørki lomumba ella nakað nýtt, men alt er sum fyrr, so leiti eg eftir LP plátunum við Hep Stars og Hootenanny Singers, og lendi á Elva kvinnor i ett hus. Tað er Abba klassikarin í mínum oyrum, hóast tað bara er Agnetha. Men nýggja og aktuella útgávan forðar ikki hesum afturlítandi uppihaldi. Tvørurímóti. Voyage er dagsaktuella ferðin aftur til Abba gold og alt tað, sum tá var. Klassikarar, ið ikki bara tola tíðarinnar tonn, men eru sjálv tíðin, sum veðurbitni vágamaðurin sang, tá hann hevði verið í fjørðuni og gjørt burtur av sær. Tey hava ein sjáldsama ríkan arv, Abba, sum fer gjøgnum tíð og rúm og heilt til jarðarinnar enda, spyrt tú meg framman fyri steroanlegginum. 37 minuttir og 10 sekund eru farin og uttan at himprast trýsti eg á replay. Tað er Abba umaftur. PS! Tveir útvarpsmenn, Carsten og Fróði, upplýsa, at meðan tónleikurin er nýggjur, so eru røddirnar til sangin Just a notion frá 1978. Hvussu skulu vit, Guds útvalda heimafólk, feysa dagin uttan Ísrael? Úr Miklagarði hepnaðist í fjør at keypa eina ísraelska SodaStream maskinu við omanfyristandandi frámerki um, at hon er gjørd í besta samstarvi millum arabar og jødar. Og hvat tá. Meir enn 20% av fólkinum í Ísrael eru arabiskir ísraelar, og teirra millum eru fleiri, ið kalla seg ísraelskar palestinar ella palestinskar arabar, tí tey ikki vilja brúka heitið Ísrael. Ja, skismaðið kann verða so ógvusligt, at ensktmæltir skúlar longur eysturi, púra strika Ísrael av kortinum. Í skúlabókini Middle East Atlas er Ísrael strikað av kortinum. Útgávan, sum telur 71 blaðsíður, er ensk og er umbiðin av enskum skúlum við Persaflógvan. Á kortunum er Palestine sett í staðin fyri Israel, og so síggjast Westbank og Gaza. Aftast er yvirlit við londum og fløggum. Millum Ireland og Italy er einki Israel. Í leitorðalistanum stendur gamaní Jerusalem, sum er heilagur býur hjá fleiri átrúnaðum, men Israel er ikki millum leitorðini. Soleiðis kunnu vit sáa split og gera tað, splitið, til kuranta handilsvøru á bókamarknaðinum, eins og politikarar, ið gera tað sama fyri almenna løn. Sáa split. Heilt niður í fyriskipaðar smálutir, sum politikarar hava íbirt. Í vikuni kunngjørdi ES-dómstólurin á teim 23 arbeiðsmálum, at dadlur, fikur og aðrar vørur, sum stava frá ísraelskum búsetingum í Palestina, skulu merkjast rætt. Dómurin sigur at vørur, serliga matvørur, sum eru til sølu, kunnu ikki verða merktar ”úr Ísrael”, tí tað er følsk vørulýsing. Hesar vørur skulu merkjast ”úr ísraelskum búsetingum í Palestina” ella á enskum ”from territories occupied by the State of Israel”. Ikki bara lógin, men eisini brúkarin skal virðast, verður sagt í tíðindaskrivinum frá dómstólinum við teim 23 málunum. Síðan Ísrael eftir seksdagakríggið í 1967 hertók landaøki á vestara áarbakka Jordans, eru fleiri enn 600.000 ísraelskir jødar búsettir í Eysturjerúsalem og á Vestara Áarbakka. Eftir altjóða rætti eru hesar búsetingar ólógligar, man tað vil Ísrael hvørki góðkenna ella geva seg undir. Tær útvið hálvtannaðhundrað búsetingarnar, umframt hundrað aðrar, ið eru óalmennar, hava elvt til, at palestinsku býlingarnir á Vestara Áarbakka eru pettaðir sundur við ísraelskum eftirlitsstøðum. Ísrael hevur rætt, og rættin til at hava rætt. Á Vestara Áarbakka, einar tíggju minuttir frá Jorsølum, ikki á sandalum men í bili, er ídnaðarøkið Mishor Adumim, sum er partur av Ma'ale Adumim, ið er ein av umstríddu ísraelsku búsetingunum har um leiðir. Áðurnevnda SodaStream, sum upprunaliga varð stovnað í Bretlandi í 1903, og í mínum eygum er hentasta gerandisamboð í føroyska húsarhaldinum í dag, hevði høvuðsframleiðsluna í Mishor Adumim fram til 2015, tá mótmæli og boykott elvdu til at virksemið steðgaði har. Tað varð flutt inn um viðurkenda Ísraelsmarkið til nýggja verksmiðju í Lehavim við býin Beersheba norðast í Negev oyðimørkini. Samstundis mistu fleiri enn 500 palestinar arbeiði hjá SodaStream. Nú skal eitt hava føroyska sendistovu í hesum klandursholi. Kanska hevur søgan um Dávid og Goliat, sum higartil bara hevur forstýrað Fótbóltsføroyar, verið inspiratiónin at gera so. At reisa føroyska sendistovu í sama býi, sum 40 vaksin og børn høvdu sum stavnhald, tá tey í 1896 fóru úr sóknini Nås í Dalarna og sungu umborð á skipinum úr Göteborg. Bille August hevur gjørt kristnu svensku bóndaútrásina tíðarleysa við Mariu Bonnevie í filminum Jerusalem . - Ísrael er best varda land í heiminum og megnar best av øllum at verja eina føroyska umboðsstovu í Jerúsalem. Soleiðis sigur Bill Justinussen, løgtingstinglimur og partamaður hjá Jenisi av Rana, sum nú er landstýrismaður við uttanríkismálum á Facebook í gjár, tá fólk fóru at seta spurnartekin við samrøðuna hjá Politiken við Jenis, sum sigur, at í Føroyum elska øll Ísrael, minst 90%, og taka eisini undir við at ein føroysk sendistova skal vera í Jerúsalem. Aðrir kjakarar siga á sama stað, at kann hetta mál elva til at vit fáa loysing, so er tað fínt. Hvussu klandrutar hesar útmeldingar kunnu fatast og endurgevast, benda tær tó allar greitt á, at Ísrael, tað er hvíta kristna Bíbliu-Ísrael, er ein skurvblandslig samanstúgving av vónbrotum og órógv, sum rættrúgvandi sannføroyingar heima á óklovnu klettunum vakna upp til hvønn morgun. Hvussu skulu vit, Guds útvalda heimafólk, feysa dagin uttan Ísrael? Av Sálarbotni til Masada mugu vit hava sendistovu at knýta beint samband okkara millum, hóast hetta ikki hevur verið partur av uttanríkismálum nakrantíð, og somu fortalarar, minnist meg rætt, fyrr hava tikið undir við at steingja sendistovur yvirhøvur. Hinvegin hava føroyskir politiskir flokkara á ytsta høgravongi fyrr verið í Ísrael í almennum ørindum at knýta skúla- og teldusambond, og onkur bygd í Dávidsføroyum hevur longu langt síðan knýtt vinabýasamband við stjønubýir har í landinum. Vit eru upp móti Goliat, tað er klárt, og hetta er eitt opið sár hjá øllum sannføroyingum, hvønn Gudsskapta morgun. Vit eru Dávid, men bara on display . Okkara tilvera sum lítlin framkallast bara við áminning, tá vit hava gjørt okkurt, sum til dømis at siga okkurt býtt við eina avís sum Politiken í hundraðlandinum Danmark. Tá fáa vit eitt kikk og stíva okkara tilveru av, eins og tá alkoholikarin fær ein lítlan. Neyvan býr annað í tí enn henda sama innantóma emblematisering. Fyri trimum árum síðan vildi ísraelska sendistovan í Keypmannahavn hava Filmsfelagið at vísa nútíðarfilmar úr Ísrael. Tað var gamaní, eg slapp sjálvur at gera eitt yvirlit, so skuldi sendistovan útvega filmarnar, tríggjar hvørja ferð. Fyrra árið var The Cakemaker høvuðsfilmurin. Seinna árið var Red Cow høvuðsfilmurin. Filmarnir vórðu vístir í Føroyum, Grønlandi og í ymsum býum í Danmark. Men tað sum fylgdi við boðunum frá sendistovuni um, at vísa nútíðarfilm at lýsa eitt Nútíðarísrael í Havn, var the inconvenient truth um, at Guds útvalda nútíðarland er mest opna og LGBT vinarliga land í heiminum. Fyrri høvuðsfilmurin, The Cakemaker , var eksplisitt homoseksuellur og høvuðsfilmurin árið eftir, Red Cow , eksplisitt lesbiskur filmur. Men báðir filmar vóru virðislønarvinnandi sum eingir aðrir í Ísrael um hesa tíð. Sjálvt sendiharrin innleiddi sýningarnar og vísti á, at ungu leikstjórarnir viðgjørdu mál, sum kundu tykjast trupul, men sum ikki á nakran hátt vóru fjald í Ísrael. Hetta sama segði sendiharrin í Sosialinum. Jú, eg haldi at vit skulu hava tætt samstarv við Ísrael, tí tað er eftir øllum at døma einasti innkomuvegur til vitið og dannilsið hjá 90% av føroyingum. So kunnu tey læra alt um persónligt tolsemi, tjóðskaparligt tolsemi, átrúnaðarligt tolsemi og kynsfatanar tolsemi. So kann alt hitt koma aftaná. Kunnu 90% av føroyingum dannast av hesum eina átaki, sendistovu í Jerúsalem, so taki eg undir við tí. Í meðan eri eg millum tey tíggju, #jesuis10%. Hvør sigur hvat um hvønn í sama húsi? Nú var aftur eitt kjak, har tríggir sjurnalistar siga okkurt um tað, sum ein fjórði sjurnalistur hevur skrivað á eini avís, sum kemur einaferð um vikuna. Umframt teir fýra sjurnalistarnar, slapp Annika Olsen, sum varð ofrið í kjakinum, eisini til orðanna. Átta bein móti tveimum. Havi ilt við at taka hetta sjálvuppgjørda innanhýsis prátið millum sjurnalistar, sum ikki á nakran hátt kemur út um senukantin í almannavarpinum, sum kanska bara Annika hevði førleika til at síggja, fanga og skilja, í álvara. Hetta var avgjørt eitt mál fyri nevndarfund í felagnum hjá sjurnalistum, um tað er til. Kanska undir ymiskum ella innkomin mál. Haldi fyri vist, og havi hildi tað í áratíggju, at vitborna tilgongdin hjá skrivandi sjurnalistum til sjálvt tað at vinkla, skriva, ritstjórna, gera yvirskriftir, bíleggja myndir og skipa grafikk, er so ofta á einum so lágum støði, at nú eigur Setrið at seta skund á eina føroyskt innrættaða sjurnalistútbúgving.    Servering við list í november Nýggjasta novemberrák í miðbýnum í Havn er servering við list. Ikki tí at hon ikki er list, matgerðin og serveringin í sjálvum sær, men hetta vikuskiftið kundu eygu og oyru eisini njóta hina fagrastu listina afturvið. Í Fútastovu við klassiskum gittarspæli hjá Ólavi Jakobsen úr kubanska filminum Ein dagur í november og í nýggja Víngarðinum í Tróndargøtu við myndlist, sum Kinna Poulsen hevði valt og greiddi frá um undir heitinum Tað góða lívið.  Í Fútastovu greiddi Ólavur frá um langabban, Magnus á Kamarinum, um oldurabban, Jákup á Kamarinum, sum var føddur her í Fútastovu, og tippoldurabban, Magnus í Baianstouvu, sum hevði skúla her í Fútastovu árini 1824-42. - Terroritiore m'est nas important. Sig tað við ein Havnardrong, ið er er uppvaksin her niðri og endaði á parísarakonservatorininum, segði Ólavur, sum er ein so frágerða forteljari, antin tað er stórbær nýggjárskonsert ella eyðmjúkt ostakvøld í Fútastovu. Og so førdi hann okkum av Eystaru vág til kubanska filmin hjá Humberto Solás Un Dia de Noviembre  Ein dagur í november frá 1972, har Leo Brouwer hevði gjørt tónleikin. Í Fútastovu var ostakvøld, sum er seinasta tiltak eftir gastronomiska árskalendaranum, sum Johan Mortensen hevur íbirt og hildið gangandi í fleiri ár á matstovunum Heima í Havn saman við fremst av øllum John Mikkelsen. Fulsett stova og yvirskipaða evnið var ostur. Gestur er John Gynther, sum býr í Hedensted í Jútlandi. Hann starvast hjá Arla Unika, sum varð sett á stovn í 2002, at gera ostar í heimsflokki, unikkar og ikki ídnaðarmerktar, sum navnið bendir á. Tá árið er úti, gevst hann hjá Arla og verður pensioneraður. Men passiónin fyri osti fer neyvan at hvørva. Seyðamjólkaostur og annars alt úr seyði er tað, sum hann gongur nógv uppi. - Eg eri uppvaksin við blóðpylsu sigur hann, sitandi undir liðini á mær, og greiðir frá um elsta meiarí í Danmark, Troldhede í Videbæk, sum er meir enn hundrað ára gamalt og gera ostar til heimsins fremstu matstovur, eisini í Føroyum. Mortan í Hamrabyrgi, sum situr við hina liðina, er ikki minni hugtikin av osti og tí tilfari, veðurlagi og jarðarbotni, sum ymsastaðni í Heiminum ger ostin til ost, eisini her norðuri hjá okkum. Mortan hevur verið á Sardinia og kannað ost, og í Afrika hevur hann upplivað, hvussu mjólk og blóð frá nýslaktaðum djórum verður brúkt. So gongur prátið um tað ræsta yvirhøvur, eisini um fermenteraða mjólk at gera ost úr. - Fermentering avger alt, og kokkar eru okkara týdningarmestu sambond og samstarvsfólk. Vit vilja verða approved by góðtikin av kokkum, eisini føroyskum kokkum, sigur John og upplýsir, at skjótt fara tey at selja ostar til Svøríkis, men tað verður einki copy and paste. -  Vit bróta siðvenjur, um tað er neyðugt, tí einki er okkum ov heilagt, sigur hann, sum altíð setur tað unikka í hásæti. Til hetta høvið við úrvalsvíni og pale ale, sum av einslistum er parað afturvið teim trimum ostunum frá Arla, har Geko er ein. Hann er úr geita- og kúmjólk, tí heitið, Geko. Frá elsta danska meiarínum, Troldhede í Videbæk, eru bara 25 kilometur vestur til elsta danska whiskydistillerí, Stauning Whisky, sum er millum Tarm og Lem við Ringkøbing fjørð innan fyri Hvide Sande. Tað var í 2005 at níggju danskir whiskykennarar og fjepparar grundaðu hesa dropatøkufyritøkuna, sum orðabókin sigur um destillarí. Arla osturin Sirius er lagdur í whisky frá Stauning, veskaður, vakuumsogin, eftir tólv døgum er osturin inndrukkin og turrur í skorpuni. Dehydreraði whiskydrukni Siriusosturin ber nú navnið Drunken Dog og smakkar av søtari appelsin og eitt vet av ananas. Umframt spennandi ostarnar frá Arla Unika, borðreiddi John við tí leskiligasta føroyska tjógvi úr køkinum í Fútastovu og so dessert omaná. Pál Weihe bjóðar John Gynter at verða vælkomin innar í fermenteraða føroyska universið við eini hugfarsligari røðu um matgerð í Føroyum fyrr og nú. Og nú hóma vit Tostatræið hjá Tóroddi Poulsen til høgru aftan fyri opnu hurðina til Víngarðin uppi í Tróndargøtu 31. Leygardagin lat Víngarðurin upp í Tróndargøtu í Havn. Carl Johan Jensen og Bergljót av Skarði síggjast við opnu hurðina. Ein hugnalig og eksklusiv vínbarr, har dentur verður lagdur á dygd bæði innan vín og mat - men eisini list, lova tær báðar, Elsa Maria Holm Olsen og Kinna Poulsen. Afturvið úrvalsvíni og mati av tapas slagnum ber til at uppliva skiftandi listaframsýningar í Víngarðinum, einar seks til sjey framsýningar um árið, sigur Kinna.  Fyriskipari og eigari er Elsa Maria Holm Olsen, sum hevur hollar royndir innan gourmet mat- og vín, hon hevur verið stjóri á Rúsuni og eventfyriskipari og leiðari av fyritøkuni, Solea. Kinna og hon eru vinkonur, og undirvísa í donskum á miðnámi. Kinna Poulsen stendur fyri listini í Víngarðinum, og er somuleiðis royndur kuratorur og listmiðlari. Framsýnda listin er til sølu. Umframt vanliga virksemið er ætlanin eisini at skipa fyri ymiskum kvøldum og tiltøkum í Víngarðinum, har ljós verður varpað á list og vín. Heitið á fyrstu framsýningini í Víngarðinum við verkum eftir Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð, Poul Janus Ipsen, Andreas Schulenburg og Tórodd Poulsen  er Tað góða lívið, sum skrivað stendur á innvegginum omanfyri hurðina. Nonfigurativi slóðari okkara, Hansina Iversen hevur málað eina røð av nýggjum málningum, ið tó at teir ikki eru stórir í vavi eru um at bresta av litum og skapum, sigur Kinna meðan Hansina brádliga stendur beint framman fyri mær. Her er so intimt og fantastiska nærverandi, at listafólkini verða partar av rúminum, sum elvir til kensluna av listaligum pop-up. Fantastiskt.  Hansina Iversen (1966) er ein sannur meistari at seta saman kraftmikil og avgjørd skap saman við leitandi strokum og skuggum av formatiónum, ið daga undan og sum áhaldandi darra og skapa lív og spenning í myndarúminum. Hanni Bjartalíð (1968) hevur til framsýningina gjørt tvey hugtakandi verk, sum minna um hillar við ymislittum fløskuskapum. Hetta eru útskorin, málað refieff ið bæði eru myndandi og skulpturel. Sum vit áður hava sæð tað hjá hesum listamanninum, ið hevur havt stórar framsýningar bæði á Listasavninum og altjóða, so arbeiðir hann ofta serielt við myndevnum, sum við endurtøkuni tømast fyri sín vanliga realistiska týdning og gerast kensluborin og vøkur listaverk. Hanni Bjartalíð hevur eisini altíð verið hugtikin av boksum og teirra eginleikum at goyma og at vekja forvitni. Sum smádrongur fekk hann eitt seymiskrín við eini ørgrynnu av smáum rúmum, sum hann var ómetaliga glaður fyri. Hesin áhugin fyri rúmum og rúmdeiling er ógvuliga týðiligur í verkinum hjá Hanna Bjartalíð og í vøkru trærelieffunum er hann ítøkiliggjørdur. Poul Janus Ipsen (1936) er bæði málari og grafikari, men í grundini varð hann á sinni útbúgvin reklamuteknari. Ipsen hevur fleiri ferð samstarvað við litografin, Jan Andersson í Steinprenti bæði niðri og í Føroyum. Hansara myndir eru bara at síggja til realistiskar – men um mann hyggur gjølliga er ofta okkurt løgið í myndini sum til dømis pappeskjan í teirri annars føgru lýsingini av fruktum, grønmeti og hoyggi. Okkurt lívsjáttandi treiskt er yvir vøkru kompositiónini av kyrrlutum, sum vaksa fram úr bølamyrkri í eini skræddari pappeskju. Ein dreymakend surrealisma merkir tey sonevndu tostatrøini hjá Tóroddi Poulsen (1957). Tóroddur er fjøllistamaður og tað er eins og myndandi listin og poesiin tvinnast saman í verkum hansara soleiðis, at poesiin er myndrík meðan myndlistin er poetisk og hetta er í øllum førum galdandi fyri tostatrøini – smakka bara uppá orðið tostatræ og hygg at myndini av einum urtapotti við víngløsum, ið tó, at tey venda allar vegir, ikki missa sínar gyltu reyðu dropar. Andreas Schulenburg (1975) er í sínum myndum á somu surrealistisku leið við lutum, sum eru lýst í ovurstødd eins og í eini dreymaverð.  Opið er í Víngarðinum hósdagar frá klokkan 15 til 23, fríggjadagar og leygardagar til klokkan tvey á nátt og sunnudagar frá klokkan 16 til 23. Á heimleiðini minnir Finsen, Niels Ryberg Finsen, meg á friðfulla kvøldið mitt í upplivilsisríku Havnini. Fredlyst sigur minnistalvan meðan parnassið á Hafna sæst upp mót náttarmyrkrinum.  Tjóðleikhúsið skal vera í Havn Nú verður boðið út í kapping um, hvar mest umrøddi bygningur í Føroya søgu, tað er Tjóðleikhúsið, skal vera, og hvussu hann skal síggja út, soleiðis arkitektoniskt og í funktiónum á staðnum. Tað er Landsverk, sum í dag boðar frá útboði um undangóðkenning til nýggja Tjóðleikahúsið í - haldi tykkum fast - Tórshavn. Soleiðis ljóðar yvirskriftin. Í Tórshavn. So nú er at verða við í tilgongdini at gera uppskot til nýtt tjóðleikhús til Tjóðpall Føroya fyri allar føroyingar. Uppgávan snýr seg um at koma við uppskoti til staðseting, umframt til luttøku í arkitektakapping av einum Tjóðleikhúsi í Tórshavn.  Til ber at lesa meir um útboðið her. Frúa og Flúgvi - føroysk teknirøð fyri smærri børn Nú fæst nakað so sjáldsamt sum ein teknirøð á føroyskum, »Frúa og Flúgvi«, í bókabúðunum. Tað er Trygvi Danielsen, sum hevur týtt virðisløntu teknirøðina hjá Jonas í Dali Wagner »Frøken og Flyver« til føroyskt. Trygvi hevur givið donsku teknirøðini ein málburð, so hon er løtt at lesa hjá børnum, ið sjálvi duga at lesa, ella um lisið verður fyri teimum. - Tað er týdningarmikið, at teknaðu søgurnar eru í eygnahædd við børnini, sigur Jonas. Teknirøðin er um hin lítla veingjaleysa Flúgva, sum svøltandi húskið sendur út í kavaoyðuna at finna summarið. Flúgvi er næstan stirðnaður, tá vindurin tekur hann á miðari nátt og førir hann til húsið, har Frúan býr. Hon vaknar tá Flúgvi fer í køliskápið at fáa sær ein náttarbita. So bjóðar hon kakao. Eitt vinarlag við gleði, sorg og kærleika tekur seg upp teirra millum. Men bæði vita, at alt kann skeiklast, um kaldi vindurin aftur fer at herja á lítla staðin, har tey búgva.  Jonas í Dali Wagner, sum fleiri føroysk filmsfólk hava notið gott av, tí hann hevur so stóra vitan um at menna søgur á filmi, fór at gera teknirøðir í 1980’unum. Hann bleiv kendur í 1992, tá hann við »Frøken og Flyver« vann eina kapping um nýggjar teknirøðir, sum Berlingske Tidende og forlagið Gyldendal skipaðu fyri. Heftið »Frøken og Flyver - Så længe vi lever« kom út í 1993 og vann tríggjar virðislønir - besta danska teknirøð, best skrivaða danska teknirøðin og besta danska teknirøð, sum var í litum.  Teknirøðin er í litum, telur 40 síður og er í eini lagaligari stødd hjá børnum at lesa og blaða í. Útgevararnir spyrja, hvussu tað man bera til, at so fáar føroyskar teknirøðir eru komnar hesi seinastu mongu árini. - Tí neyvan nakað kann, sum teknirøðir á móðurmálinum, fáa børn at lesa, og geva teimum eina góða uppliving og byrjan í vanunum  at lesa. Teknirøðin »Frúa og Flúgvi« kostar kr 129,95 og fæst i bókabúðunum kring landið. Dagmar dugir - Tú kennir okkum ikki, tað einasta tú kanst verða keddur av er, at personalið hjá tær ikki hevur gjørt tað, sum tey skuldu. Tað er tað, tú kanst vera keddur av. Soleiðis fullu orðini um telefonina til danska fangavørðin í Nyborg Statsfængsel, tá 22 ára gamli ommusonurin hevði tikið sítt egna lív í danska vetrarkuldanum, og varð funnin klokkan níggju null trý, hangandi undur loftinum í klivanum. Kaldur. Klokka og kalendari, tað riggar í almenna geiranum. Men ikki so nógv annað. Enn einaferð hevur Dagmar Joensen-Næs prógvað, at eingin dugir sum hon at varpa ljós á avbjóðingar í Kafkaska samfelagnum, so almenningurin er við og skilir boðskapin. Og verður førdur inn í kompleksa problematikkin í søgugongdini og lívsrenslinum hjá einum livandi menniskja úr kjøti og blóði.  Narrativið er einstaklingurin móti maktini. Og tó, annað gerst ikki í einum opnum fólkaræðisligum samfelag. Eisini tá gjørt verður upp við ábyrgdarhavandi landstýriskvinnu, sum ein mánað eftir at høvuðspersónurin tók sítt egna lív, hevði funnið fígging til eitt starvsfólk. Eitt fólk. Í almenna geiranum. Bara ein lakonisk viðmerking uttan navn og frámerki. Men har liggur viðmerkjandi styrkin, sum er nóg mikil í sjálvum sær. Ikki meir, tí øll vita, tá vit hoyra kørgu orðini og síggja køldu fasadurnar. Eingin orsøk er at steina. Hetta er heimligur heimildarfilmur tá hann er bestur, tí hann bítur seg fastan og siktið fer aldri av leið. Ein sjáldsom visuell styrki, ja ein gáva til sendingina, er omman, sum eisini er mamma, og hin fosturmamman, sum báðar eru so opnar og beinraknar í samrøðunum, vælplaseraðar í stovunum millum málningar og prent, so sjálvt baksýnið gevur perspektiv. Partur av narrativinum er, at í Føroyum eru heimligu stovurnar perspektivríkar, meðan almennu kontórini eru stoppiklossar við fløtum bakveggi. Framúr handverk. Tað er aftur styrkin hjá Dagmar. At hon, meðan vit ikki síggja, hevur upphugsað visuell rúm og skapt trúverdug álitissambond, hyggjarans vegna við heimildarfólkini, innan so mikið sum hugsað verður um at tendra, altíð hyggjarans vegna, og ongantíð fyri at seta seg sjálvan í senu, bara fyri at ganga aftur og fram á staðnum, líkasum fyri at sannføra hyggjaran um, at tað passar, sum eg sigi, tað er her, tað hendi her, tí eri eg her, bara tí. Hildin upp móti frásagnarkynstrinum hjá Dagmar og hennara framúr kamerafólki, klipparum, atgongd til privatar upptøkur og passandi suggestiva ljóðarbeiði, sæst hvussu sterk júst henda siðvenjan er blivin, og hinvegin hvussu veik tann vanliga sjálvísenusetanin í filmaðum føroyskum heimildum er, hvørt tað er í Degi og Viku ella í hóskvøldsheimildarfilmi, ja eisini í Ljóðútvarpinum. Hvønn velur tú at seta í senu, teg sjálvan, heimildarfólkið, evnið, og hvussu stýrir tú millum hesar mótpolar? Nú eiga miðlarnir at taka evnið upp. Tí hetta er eitt átroðkandi mál, sum ikki skal sleppa at steðga. Ikki tí at ein einstakur persónur, miðil ella myndugleiki kann loysa málið í eini handavending, nei hetta er eitt nógv størri mál enn so. Aktørarnir eru nógvir og heimildarfilmurin hjá Dagmar um unga Tóra er ein nýggj byrjan, sum er ektað, ótilgjørd og tó virðilig. Í ómegdini fann hann sjálvur útgongdina, tá hann illa plágaður valdi at fara úr tíðini. Eg kann ikki góðtaka at tað er loysnin í okkara samhaldsfasta samfelag, hóast pápin var sannførdur um at tað fór at henda fyrr ella seinni. Nei, eg kann ikki góðtaka tað. Tí er heimildarfilmur sum hesin so týdningarmikil. Hann kann skapa nýggjar byrjanir. Takk fyri innlitið, takk fyri avrikið! PS! Takk til Jónu í savninum fyri at grabba mær myndirnar. Ævintýrið um teldu og kotu Finska Linda Liukas hevur skrivað bókina Hey Ruby, sum Hendrik Jacobsen hevur umsett og Nám gevur út á Bókadøgunum í næstu viku. Í dag hitti eg Hendrik á arbeiðslpássinum, tí vit báður eru gamlir starvsfelagar. Eg spurdi hann í fartinum, hví henda barnabókin um Ruby er so áhugaverd beint nú? - Tað er hon, tí at hon á ein ævintýrakendan hátt og so leikandi lætt lýsir fyri børnum, hvussu heimurin við innfeldum, kompleksum kt-veruleika er, uttan at brúka ein einasta tíma framman fyri skýggjan. Kortini fært tú eina innføring í og fatan av einum truplum og samansettum bygnaði, sigur Henrik um nýggju bókina og avrikið hjá finska høvundanum, sum hann týðuliga er hugtikin av. - Og so er bókin eitt ævintýr, og so spøl eisini. Høvundurin hevur undirvíst í koting og ger tilsipingar av øllum slag, til dømis til Ruby, sum er eitt mál at kota við, sum møtir Django, sum aftur er eitt kotumál og so framvegis, sigur Hendrik og nevnir fleiri mál at kota við. Hvussu bar tað til at tú fekst hugskotið at týða hesa bókina? - Eg fekk hugskotið at týða bókina, tá eg royndi at lesa hana fyri abbadóttrini úr enskum, og samstundis royna at týða hana so hvørt. Avbjóðingin í týðingini er, at fáa eitt mál, ella at verða samdur um eitt mál, tá tú tosar um kt, sigur Hendrik og upplýsir, at eisini Málráðið hevur lisið tekstin og er sloppið at laga hann til.  - Til dømis eitir computational thinking nú á okkara máli "teldulig hugsan". Tað vil siga, at hugsa telduliga, sum ikki merkir, at teldur hugsa, men at tú hugsar soleiðis, at tað kann gerast av eini teldu. Bókin Hey Ruby verður løgd fram á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum mikudagin 18. november kl 17, tá finski rithøvundurin, Linda Liukas, verður við á skýggja, bæði í fyrilestri og samrøðu. Aftaná verður prát við týðaran, Hendrik Jacobsen. Fakliga hava tey trý, Ólavur Ellefsen, Píl Reinert og Johnny Lamhauge, viðgjørt bókina, meðan Djóni Dalsgarð hevur staðið fyri málsligu viðgerðini. Niðanfyri hevur enn ein starvsfelagi, Rói Joensen, avmyndað finsku Lindu Liukas á høvuðspallinum á Bett Show í London í januar í ár. Har møtast skúlafólk úr øllum heiminum at frætta um gongdina í talgildari útgerð, og hvussu hon kann hugsast inn í aktuella veruleikan í skúlanum her og úti í heimi. Næmingar úr Skála skúla vóru eisini á sama palli. Ríki mítt er ikki av hesum heimi Dimmalætting í dag Nú hava vit livað við eini samanrenning av Bíbliutrúgvum kristindómi og fólkaræðisligari tingskipan í eina tíð. Burtursæð frá, tá tingmenn fóru undir at hava bønarløtu í tinginum, og 266b varð orsøkin til at ein tingmaður skifti flokk av átrúnaðarligum ávum, minnist meg ikki, at ein ytri praktiseraður og fyri mannaeygum sjónligur átrúnaður hevur verið sæddur og hoyrdur úr tinginum. Heldur ikki hevur nakar annarleiðis trúgvandi praktiserað bøn og aðrar ákallanir innan tingsins gátt ella í fundarhølum hjá tinginum, tað vit vita. Men fyri stuttum heitti formaðurin á tingi, uttan at vera í sjamanistiskum hornum, at steðga teim kvinnum, sum vildu taka rættin frá pápum at verða pápar. Óortodoksa áheitanin hjá tingformanninum, sum varð sett fram á Facebook, og sum eg fataði sum subversiva og rasistiska, fekk hvørki umrøðu ella avleiðingar av nøkrum slag. Landstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum rímiligvís ferðast nógv og hittir fremmandafólk, hevur í einum bólki á Facebook greitt frá, hví hann ikki letur seg koppseta móti koronu, sum løgmaður sigur, at hann eigur at gera. Í sama kjakbólki er komið fram, at kvinnur, ið ikki eru barnførar, tí tær langt síðan eru farnar um barnsburðaraldur, kunnu fara at bløða og gerast uppá vegin, verða tær koppsettar.  Tí er sólarklárt, at hellir tú til hesar kjakbólkar, meinigheitir og tulkingarfelagsskapir, so fert tú ikki at koppseta teg, illanstíð. Sum trúgvandi, tí tað eru tey, er tað tín rættur at siga stopp og tekna við kriti um tín kropp, ið er tempul heilaga andans, og siga ”Vík frá mær Satan”, tá verðsliga sproytan er í akslahædd og nærkast – ”tá skal eg fara um tykkum, so at plágan ikki meinar tykkum!” Nú er komið fram, at mest trúgvandi menn á tingi, tí tað eru teir, hava verið við í somu sosialu interaktión, ið sambært Dimmu og tíðindafund í Kringvarpinum í dag, hevur elvt til nógva verðsliga smittu. Men einki løgið er í tí. Fara vit ein legg úr tinginum og inn í halgidómarnar kring landið, so finna vit upp í leypar av sangum, ið eintýðugt siga: Mítt heim er ei foldum á, Ein oyðimørk er henda verð, Eg stundi eftir, at lenda har heima.  Okkara heiðurskrýnda fólkaræði og hattvirda Løgting, ið tey siga, er hitt elsta í verðini, er um at verða yvirtikið av einum ódefinerligum kulti, ið hevur sett sær fyri at tilbiða alt annað enn lívið og ta margfeld, sum norðbúgvar longu í fornøld kendu og lýstu við Bivrøst, ið knýtti jørð og himmal í eina marglitta upp- og niðurfaringartrappu. Haldi, at menniskjansliga fólkaræðið skal setast aftur í sætið á tí høga tingi, vit hava valt, og Bíbliutrúgvi kristindómurin skal vísast til teir talarastólar, ið eru bygdir og stuðlaðir til tað endamálið, teir eru ætlaðir úti um landið. Ikki í tinginum. Tí tað ríki er av hesum heimi, og eigur ikki at verða infiserað av driftum og kultum, ið søkja tað, sum hinumegin er. 3 x kvinnur Komandi tríggir filmarnir í Filmsfelagnum hava kvinnur í høvuðsleiklutinum. Kvinnurnar eru úr Spania, Makedónia og Fraklandi. Hóast nýggir filmar, eru lívini ógvuliga ymisk. Her eru tær, slag í slag: 13/11 KL 20:00 CARMEN & LOLA (Arantxa Echevarría, Spania 2019 103 min) Seytjan ára gamla Carmen er longu forlovað. Væntað verður sum amen í kirkjuni at hon skjótt skal giftast og fær nógv børn, sum allar rættar romakvinnur í útryðjuni av spanska høvuðsstaðnum, Madrid. Hon er von við, at øll hyggja og ansa eftir henni. Ikki ber til at brúka fartelefon og enn minni at roykja. Altíð er onkur úr húskinum at ansa eftir henni. Men tá Carmen møtir sekstan ára gomlu Lolu broytist alt. Allir hennara homofobisku tankar, sum næstrafólkini hava lagt niður í hana, hvørva sum døgg fyri sól, tá hon á ein heilt nýggjan hátt kennir seg fría saman við Lolu. Kærleikin, sum er farin at spretta millum tær, kann ikki longur haldast í tí dulda og tær vita, at leiðin nú er inn í ein forbodnan heim, sum í ringasta føri kann elva til, at tær verða riknar burtur. Leikstjórin, Arantxa Echevarría, er fødd í Bilbao í baskaralandinum í 1968. Carmen & Lola hevur higartil fingið 10 virðislønir, m.a. í Goyavirðislønina í Spania fyri besta film hjá einum ungum leikstjóra, ið ger fyrsta filmin. 20/11 KL 20:00 HONEYLAND (Kotevska & Stefanov, Makedonia 2019 87 min) Tað er í eini avfólkaðari bygd í Makedónia, at vit møta Hatidze, sum gongur niðan í líðina at hyggja eftir býflugubølinum, hon hevur gjørt har uppi. Meðan hon stillisliga syngur, tekur hon hunangin, uttan at hava so mikið sum vernd fyri andlitið ella handskar á hondunum. Komin oman aftur á slætt, er hon um gomlu mammuna, sum liggur í song, og tá stundir eru, fer hon drúgvu ferðina inn í stórbýin, Skopje, at selja hunangin. Men so flytir eitt nomaduhúski til friðfyltu bygdina og alt paradísið fer upp í larm og maskinur við sjey óstýriligum børnum og hálvt annað hundrað neytum koma til. Allíkavæl bjóðar Hatidze teimum vælkomnum í grannahúsið og sigur teimum alt um kynsturin at gera hunang og at halda býflugur. Men sum frá líður tekur hin ovasti í nýggja grannahúskinum sær rættin til eina avgerð, sum í allar ævir fer at broyta lívið og tilveruna hjá Hatidze. Honeyland fer fram í Makedonia, mitt í Evropa, og samstundis so fjart frá øllum, sum vit kenna á okkara leiðum. Ein djúphugsin og hjartanemandi filmur, sum er so avbera vakur at síggja á stórum lørifti. Makdeóniski filmurin um Hatidze, Honeyland, er tann filmur, ið tilsamans fær besta ummæli í heimspressuni hetta skeiðið í Filmsfelagnum við einum ratingtali á 86 stig á Metascore. 27/11 KL 20:00 CLAIRE DARLING (Julie Bertuccelli, Frakland 2019 94 min) Franski filmurin, Claire Darling, er um kvinnuna Claire, sum ein dagin hon vaknar, ger av, at hetta skal verða hin seinasti dagurin í lívinum. Tað er ein vakran sólskinsmorgun, við fráboðan um at summar er í hondum, at Claire Darling hevur gjørt av at lata alt jarðiskt góðs frá sær. Hon setur alt út á bøin framman fyri húsini og ger klárt til loppumarkna. Tá dótturin, Marie Darling, frættir um ætlanina hjá mammuna at selja øll barndómsminnini, fer hon heim at steðga søluni og finna fram til orsøkirnar fyri at hin eksentriska Claire ger, sum hon ger. Í høvuðsleiklutinum síggja vit fronsku stjørnuna Catherine Deneuve, og í leiklutinum sum dótturin Marie Darling, síggja vit Chiara Mastroianni, sum í veruleikanum er dóttir Deneuve. Ein klassisk søga! Eftir hvørja sýning í Filmsfelagnum bjóðar Sirkus tvey fyri eitt! Havið í landsins myndlist Zacharias Heinesen framman fyri stóra og treytaleyst mest hugtakandi málninginum á allari framsýningini í Listaskálanum, Skreytmynd av fiskum, sum hann málaði til fiskivinnuframsýning í París í 1984. Fýra ymiskar í vavi og sniði, og tí ikki minni spennandi framsýningar við myndlist, eru í Havn í hesum døgum. Í gallarí Focus er ein afturlítandi 75 ára framsýning við málningum hjá Amariel Norðoy, í Steinprenti er ein framsýning við nýggjum verkum hjá Bárði Oskarsson og Hanna Bjartalíð, í Víngarðinum eru seytjan nýggir málningar hjá Silju Strøm, og í Listasavni Føroya er ein temaframsýning við fleiri enn hundrað verkum úr einum tíðarspenni, sum er 120 ár, ið øll hava havið til felags, og sum kann tematiserast heilt inn í fasta savnið við enn meiri list um sama evni. Alt samalt framsýningar, ið eru fyriskipaðar av kvinnum. Hesa fjórðu og seinastu framsýningina, “Havið”, sum rógvast kann aftur á heilt fram til 5. apríl, valdi eg at hyggja eftir, nú hon læt upp. Ikki tí, varð boðin til allar, takk fyri tað.  Men valdi hesa síðstnevndu, fyrst og fremst tí, at marknaðarføringin og støðið á formidlandi upplýsingunum um framsýningina frammanundan við einum “miðlapakka” - eitt fyribrigdi, sum eg ikki havi hoyrt umrøtt á føroyskum fyrr - var so sjónliga sannførandi, at har vildi eg fara, at síggja og hoyra um mest týðandi evnið í allari føroysku søguni, blábrúsandi havið, sum yvir okkum altíð hevur sungið vøgguljóð, onkuntíð blýtungt, onkuntíð skart bjart og blátt, og enn fær fólk at mála og gestalta í eini roynd at temja tað vágvilla hav, ta stutta bil, tað streymar gjøgnum teg og meg, sum skaldið sigur um lívshavið. Og so er hetta Landsins einasti listapallur, og alt ov langt síðan er, at eg kendi á mær orsøk til at vitja her. Kenni onkursvegna á mær, at nýggjur standard nú er settur fyri formidling av føroyskari landslist, ella í minsta lagi list, ið semja er um, at landið letur eitt evarska lítið sindur av peningaligum stuðli til at sýna fram, og í onkrum førum varðveita, í hesum hølum beint fyri okkara eygum. Ikki tí, meir kundi eisini verið gott, bæði hjá savninum og teimum, sum koma har. Nú kommunval er og øll tosa um parkeringspláss, kundi verið lívgandi, um bara eitt valevni í allari beskeðinheit umhugsaði tann eventuella møguleika heilt varisliga at bera uppá mál at tryggja Listasavninum eitt sindur betri búskaparligt kjølfesti meðan vit sigla inn í framtíðina. So kunnu vit investara í varðveitingarverdari samtiðarlist. Kuraterandi útgerðarkvinna, sum hevur fingið nógv burturúr á hesum túri, er Solveig Hanusardóttir Olsen, sum her tosar við fyrrverandi stjóran, Nils Orth. Kom umborð og uppliv havið gjøgnum listina, sigur hon.   Í innbjóðingini verður sagt, at ígjøgnum verkini fáa vit innlit í eitt land, har fiskiskapur hevur verið gjøgnum eina kollveltandi menning í tjúgindu øld. Frá lokalari dagsveiðu í smábáti til hátøkniligar trolarar, ið fara á langferð í mánaðir og fáa ovurstóran fong. Samstundis sum havið er týdningarmikil kelda til tilfeingi, er tað eisini tongt at náttúrukreftum, ið vit ikki hava tamarhald á, ótta og missi. Hugsanin um havið hevur altíð verið umgird av lagnutrúgv, mystikki og virðing, sum eisini sæst aftur í listini verður sagt í innbjóðingini, ið eisini nemur við dálking og burðardygd: Hvussu kann fiskivinnan lata vera við at oyða havsins tilfeingi? Hvussu kann dálking av heimsins høvum avmarkast? Tí er temað um dálking av heimshøvunum eitt týdningarmikið sjónarmið í framsýningini, ið leggur upp til, at vit fara at hugsa meira um, hvussu vit tryggja lívið í havinum í framtíðini. Karina Lykke Grand, stjóri, helt røðu framman fyri estetiserandi svørthvítum fotomyndum hjá Inga Joensen av árabáti og fiski, sum er hongdur á bitan at ræsa. Vasar við tematiserandi smáblómum í ymsum litum eru ein diskretur signaturur. Saman við Solveig hava Jón Sonni Jensen, Janus Kamban, Tormóður Djurhuus og Kári Svensson hongt upp, Kirstin Helgadóttir hevur gjørt grafisku linjuna í framsýningini saman við Dekostovuni, Føroya Prent hevur gjørt plakat og postkort og Kim Simonsen hevur funnið bókmentunarligar referansur. Ístaðin fyri at hoyra fleiri talur og eina drúgva konsert við strúkarum, var felagssangur um Alduna hjá Gunnari Hoydal, púra uttan fylgispæl, men við rámligum kvinnurøddum, ið veruliga høvdu hug at fara upp á gólv at kvøða, har eg stóð. Matur frá Hotel Føroyum og Sluppøl frá Føroya Bjór gjørdi lugarkensluna autentiska, og við Trolaradekkinum hjá Ingálvi sum baksýni eftir kafévegginum, varð løtan listarliga ólastandi innrammað. Og júst hetta við havinum, sum tú verður mintur á í savnsgripum sum sekstanti, eyskari, pengaseðlum og frímerkjum, er heimsmál hjá ST nummar fjúrtan. Um tað evnið, og at vekja áhuga fyri Ocean Literacy í undirvísingini, sum eisini er skúlapartur av framsýningini, hevur Nám skipað fyri stuttfilmskapping fyri skúlanæmingar við 30.000 krónum í vinningi við frest til 23. november. Nútíðar plast- og óruddislutir úr havinum og fiskivinnuni eru handskar og netkúlur, sum Randi Samsonsen hevur funnið og arbeitt við í Norðurnoregi. Við kenda ultramarinbláa glasverkinum hjá Trónda Paturssyni í baksýni hevur Kári Svensson ein live action happening við lunda, sum er tikin fyri árum síðan í Mykinesi, og Jens Kjeld-Jensen hevur útstappað, og her er raktur av hugsaðari havdálking millum oljuglinsandi drangar. Ole hevur fingið eygað á ein lítlan Mikinesmálning frá 1927, sum hekk í Ellingsgaards Matstovu mitt í Havn, har arbeiðandi fólkið kom at eta. Ein útlendingur, helst William Gislander úr Svøríki, hevur hjálpt unga Mikines at mála aldur við lendingina, sigur Ole og hevur Janus Kamban sum sannleiksvitni. Sagt hevur eisini verið, at Elizabeth Taylor, Miss Taylor, inspireraði fyrstu føroysku málararnar. Í innbjóðandi tilfarinum verður sagt um framsýningina, at brúsandi havið er altíð hjástatt, og víddin á havinum er nógvar ferðir størri enn landaøkið í Føroyum. Tað merkir, at Føroyar eru partur av bólkinum Large Ocean Nations. Tí er tað natúrligt, at fleiri ættarlið av listafólki hava fingið íblástur úr havinum kring okkum. Samstundis sum havið er eitt umráðandi tilfeingi fyri fiskivinnuna, er tað eisini tongt at nattúrumegi, stúran og missi. Hugsanin um havið hevur altíð verið umgird av lagnutrúgv, mystikki og virðing, sum eisini sæst aftur í listini. Evni sum dálking av heimshøvunum er komið á dagsskránna í heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning, og hetta er eisini eitt umráðandi sjónarmið í framsýningini. Á framsýningini ber til at uppliva fleiri enn 100 listaverk eftir okkara fremstu listafólk. Stóra serframsýningin savnar eldri og nýggjari list í alskyns tøkni og setir verkini í eina felags rammu - gamlir, siðbundnir málningar hjá av bátum og skipum kunnu upplivast lið um lið við stóru seglini hjá Titu Vinther úr mannahári, sum í fýra seglførandi stykkjum fylla og savna miðhøllina, so Segl verða akkerspunkt. Litríka hornið í somu hølum eigur Olivur við Neyst, ið sum eingin annar í nýggjari tíð hevur gjørt júst tað, at seta lit og skap á skiftið frá slupptíð til modernaðan fiskiskap beint niður á dekkið á Ester og fram. Í sjálvum sær lit-, skap- og kensluríkasti túrur í nýggjari føroyskari myndlist, har havið og fiskivinna eru temu. Tóroddur Poulsen korresponderar sjáldsama væl við bæði rúm og skála við altetandi trolgrafikki á innasta vegginum, meðan eitt úrval av nærlagdu fiskatekningunum hjá Astrid Andreasen úr Fiskabókini eru á vegginum yvirav. Á vegginum eru grafisk prent hjá Janusi Kamban, sum greitt er nestor á hesum øki, men inn í millum eru litrík dømi frá Súsonnu í Jákupsstovu, og innast á vegginum eru trý grafisk prent frá Jónu Rasmussen, sum í tematiskum autentisiteti eru tey mest spennandi, tí tey byggja á kærleiksbrøv frá manninum umborð til konuna heima. Spennandi, tá listafólkini ganga millum okkum, nú fernisering var. Tað vitnar í sjálvum sær um tann vitalitet, sum støðugt er í myndaevninum havið. Steig eg eitt fet burturfrá, og var ikki føroyingur, varð hetta ivaleyst mest hugtakandi framsýning, eg tá hevði sæð í hesum hølum, so væl komponerað og informativ er hon. Tað nørir um okkara mentanarfatan og minnir okkum kollektivt á, hvussu týdningarmikið tað er at hava ýti og stavnhald, tá tað ræður um koblingina millum høvuðsrák í okkara myndlist og merkantilu høvuðsvinnuna, sum oftast kann tykjast púra uttan sál. Í hesum føri var hon input og inspiratiónskelda til eina heila framsýning. Takk til Listasavn Føroya fyri at gera so stóran visuellan mun í havgangandi landslagnum.  Opið er týsdag til sunnudag kl. 13 til 16. Mánadag er stongt. Listafólkini, ið eru umboðaði á framsýningini “Havið” eru: Tita Vinther, Sigrun Gunnarsdóttir, Jack Kampmann, Sámal Joensen-Mikines, William Heinesen, Bárður Jákupsson, Zacharias Heinesen, Rannvá Kunnoy, Edward Fuglø, Frida Zachariasen, Ingálvur av Reyni, Rannvá Holm Mortensen, Elinborg Lützen, Janus Kamban, Tróndur Patursson, Jógvan Waagstein, Jóannis Kristiansen, Randi Samsonsen, Jóna Rasmussen, Heiðrik á Heygum, Ingi Joensen, Kári Svensson, Frimod Joensen, Sven Havsteen-Mikkelsen, William Gislander, Steffan Danielsen, William Smith, Fridtjof Joensen, Olivur við Neyst, Poul Horsdal, Thorbjørn Olsen, Amariel Norðoy, Bent Restorff, Flora Heilmann, Guðrið Poulsen, Súsan í Jákupsstovu, Astrid Andreasen og Tóroddur Poulsen. Í upplýsta myrkrinum uttanfyri gnellir fótbólturin um allan dalin, meðan reyðar baklyktir skyggja í náttsvarta asfalttúninum í Listaskálanum. Hvar fór tað norðurlendska? Í donsku sjónvarpssendingini Anne og Anders i Norden, sum eisini hevði ein framúr væleydnaðan part úr Føroyum, hava vertirnir, Anne Hjernøe og Anders Agger, í seks pørtum leitað eftir kensluni fyri tí norðurlendska, sum tey siga, um hon yvirhøvur er til, og hvar hon er at finna.  Í sætta og seinasta parti lendu tey í kvøld í Finnlandi og kundu leggja lok á vælskipaðu sendingarnar við einum positivt játtandi útgangsreplikki: Der er en nordiske følelse derude. Hon finst, og er har, bara tú leitar hana upp, norðurlendsku kensluna, og kenslan yvirhøvur fyri tí norðurlendska. Men í Sosialinum fríggjadagin gjørdi Eyðun Klakstein meg varugan við eina regluliga kanning av júst sama evni, sum Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið skipa fyri. Undir heitinum Støtte og skuffelse. Holdninger til nordisk samarbeid hava tey í ár spurt 3400 norðbúgvar, hvat tey halda um norðurlendska samstarvið, og hvat tey halda, at mesta skal gerast burturúr.  Av hesum eru tilsamans 200 fólk úr teim trimum londunum Føroyum, Grønlandi og Álandi spurd. Analysa.fo stóð fyri føroysku kanningunum, sum vórðu gjørdar við telefon í mai-juli í ár. Eftir at hava sæð teir seks framúr væleydnaðu sjónvarpspartarnar hjá Anne og Anders, og upplivað eitt sjáldsama lívgandi innlit í nútíðar norðurlendsk viðurskifti, ið stinga djúpt í fólksligu sálini, er tað sum at fáa vátan vøtt á blaðsíðu 18, har sagt og spurt verður. Orsøkin til at eg ógvist, eisini tá eg hyggi eftir undanfarnu kanningunum um somu viðurskifti, er, at fyrr bygdi fólksliga gullið í norðurlendskum samstarvi á tvey viðurskifti: mál og mentan.  Nú eru hesi bæði viðurskifti endaði á niðastu rók, meðan kriminalitetur um landamørkini er fremsta norðurlendska avbjóðing í dag. Týsdagin í ovurmorgin verða norðurlendsku virðislønirnar handaðar fyri bestu bók, besta film og so framvegis. Má siga, at sum latentur nordistur, eri eg skakkur av, at kenna meg so langt burtur frá tí norðurlendska, hóast eg javnt og samt uppsøki tað norðurlendska á øllum økjum. Virðislønirnar eru lækkaðar í virði, og ikki er tað meir enn man varnaðist at tær vórðu handaðar í fjør. Eftir siti eg við eini kenslu av, at fólksliga saftin og kraftin, sum fyrr eyðkendi norðurlendska samstarvið millum fólk, býir og felagsskapir, er fánað burtur í einki. Hvar fór tað norðurlendska? Hvar fer James Bond eftir at hava lagt beinini í Kalsoynni? Spoiler alert, øll tit, sum enn ikki hava sæð “No time to die” í biografinum. Danska filmstíðarritið, Soundvenue, spyr í nýggjastu greinini, hvar James Bond fer, eftir at hann so definitivt, og fyri fyrstu ferð í fimmogtjúgu filmum, velur deyðan sum exit í Kalsoynni, samstundis um filmurin endar við tiltiknu orðunum ”James Bond will return”. Ikki tí, hvørki Kalsoyggin ella Føroyar verða nevndar í filminum, hóast vit síggja tær og skansan hjá tí ónda Lucifer beint fyri okkara eygum, har í norðasta enda á Kalsoynni við Trøllanesi, Borgaranum og Kallinum. Danski netmiðilin, Soundvenue, spyr við støði í hesum fiktiva veruleika, um James Bond nú verður at sígga í nýggjum spinoff síðusøgum, ið fara at víðka um søguheildina, alt eftir hvussu framleiðararnir lesa marknaðin?  Fer James Bond framhaldandi at vera ein lutfalsliga konventionellur hvítur maður, ella fer hann at verða ein eksplisitt homosexuellur maður, innan hann fær annan húðarlit og kanska eisini annað kyn?  Fara vit at síggja sjálsvstøðugar partar og persónar, sum í biografinum fara at liva teirra egna lív, eins og gitingar eru um í komandi Batman filminum The Batman næsta ár?  Hvussu er og ikki, so hevur framleiðarin, Barbara Broccoli, longu sagt, at framtíðin hjá James Bond er í biografunum og ikki aðrastaðni. Stuttligt og hugvekjandi, at vit í Føroyum, og tað serliga kalsoyingar, hava fingið leiklutin sum heimstaður og karmur um higartil mest endaligu orrustuna millum tað góða og tað ónda, James Bond og Lucifer, um heimsfriðin og fría heimin, so sum vit í løtuni kenna hann.  Tú atti at unt tær at sæð endan á No time to die í biografinum og gjørt tær tankar um, hvar James Bond fer í næsta filmi, tá hann ikki longur eitir Daniel Craig, og hvørji eyðkenni munnu fara at hanga upp við honum og hansara leikluti, fyri ikki at siga hennara. Livst so spyrst - í Kalsoynni!  Okkara ábyrgd fyri nýggjum londum Livir tú nóg leingi, so upplivir tú ivaleyst, at nýggj lond verða til, og at onnur landanøvn fara í gloymskunnar hav. Men aðrar preferansur enn skynsama, kollektiva minnið og altjóða sambond kunnu taka vitið av ræði. Heilsanin “Næsta ár í Jerúsalem” er á okkara leiðum bara galdandi fyri jødar, sum vit hava fleiri vinasambond við, eisini við braneggjaðum lgbt filmum. Hinvegin er heilsanin ikki á nakran hátt galdandi fyri ella brúkilig hjá palestinum, hóast tjúgu ár eru liðin síðan Arafat segði júst hetta sama í ST háborgini: at fulkomna trygdini fyri varandi friði í Miðeysturi er ein palestinskur statur við Jerúsalem sum høvuðsstaði. Og hvør veit, kanska fer grøna Írland at gloypa bretska Norðurírlandi, kanska fer Skotland at verða nýggjur limur í ES, og vit fara at sita eftir so nakkalong her norðuri sum einasta distrikt í verðini, ið brúkar danskan valuta. Nógv vissari enn at Baskaralandið nakrantíð verður eitt land, tykist í løtuni vera at Katalonia ætlar at taka seg úr spanska ríkinum og gerast nýggjasta land í Evropa. Eitt land, hagar vit kunnu flúgva beinleiðis og uppliva við øllum teim vælsignilsum og forbannilsum, ið ein metropolur sum Barcelona kann bjóða okkum ein púra vanligan gerandisdag. So snilt er tað við fólksligari ferðslu innan vinnulig og politisk sambond verða skipað. Fólkið fyrst. Ein roynd varð gjørd við ferju til Skotlands fyri hálvari øld síðan, men hon varð steðgað, tí danskar havnir vóru betri. Helst eru vit tí enn komin so afturhonds stutt á altjóða leið. Tí er tað gott, at ein politiskur flokkur, sum gamaní er í andstøðu, traðkar í karakter og meldar út í hesum máli. - Vit løgtingsfólk, leiðsla og umboð fyri politiska flokkin Tjóðveldi í Føroyum, vilja hervið heita á tykkum í sponsku stjórnini um at taka stig til at loysa kreppuna í Katalonia skjótast til ber, sigur flokkurin í enskum brævi til sponsku stjórnina í Madrid . Tjóðveldi mælir til at loysa kreppuna í Katalonia við samrøðu og fólkaræði. Samstundis verður mótmælt, at politikarar og leiðarar eru fongslaðir vegna eina fólkaræðisliga fólkaatkvøðu. - Vit vilja øll hava eitt Evropa, har sterkt fólkaræði, talufrælsi og rætturin til at savnast og mótmæla, eru galdandi. Vit vilja eisini øll, at kreppur verða loystar við samrøðu. Tí alternativið kenna vit - og tað vilja vit ikki hava, sigur Tjóðveldi. - Vit mótmæla staðiliga fongsling av fólkum, ið við fólkaræðisligum amboðum stríðast fyri sjálvsavgerðarrætti, samrøðu og fólkaræði. Eins og “UN Group on Arbitrary Detention” og “Amnesty International” fara vit at heita á tykkum at leyslata katalansku politisku fangarnar beinanvegin. Einasti vegurin fram - og vegurin til loysn á kreppuni í Katalonia - eru samrøða og fólkaræði. Vit vilja tí heita á tykkum um sum skjótast at fara undir veruliga samrøðu um loysnir, ið eru grundaðar á javnbjóðis virðing og fólkaræði - til gagns fyri alt fólkið í Katalonia og Spania - og Evropa sum heild". Vinnulívsmaðurin, Johan Mortensen , vil hava almennu Føroyar við landstýrismanninum í uttanríksmálum, Jenisi av Rana, at stuðla Katalonia og mótmæla nýggju gongdini. - Spania er ein av okkara stóru útflutningsmarknaðum og Katalonia er sera væl umtókt ferðamál hjá føroyingum. Spania er eitt áhugavert og gott land, men tíanverri við einum nú sitandi sera harðrendum stýri, sum ikki vil góðtaka ynski hjá Katalonia um sjálvstýri, hóast demokratiskur meiriluti er fyri hesum. Katalonia biður í dag um alheims hjálp við at mótmæla yvirfyri sponsku stjórnini at 9 ósekir, fongslaðir katalanskir politikarir hava fingið næstan 100 ára fongulsdóm. Hesir dómar eru eitt óhoyrt brot á øll mannarættindi. Eg heiti á nýggja uttanríkisráðharra okkara, Jenis av Rana, um Føroya vegna at senda mótmæli til sponsku stjórnina. Føroyar eru ein kristin tjóð, vit byggja á tey kristnu virðini og vit hava skyldu at verja tey, sum eru fyri órætti og átala har sum órættur verður framdur. Hóast Føroyar eru lítlar á altjóða pallum so hava vit eina rødd og moralskan rætt at mótmæla, tá ósek fólk verða tveitt í fongsul. Íslendingar sýndu dirvi, tá teir á sinni lótu Bobby Fisher búseta seg í Íslandi. Latum okkum sýna sama dirvi og bjóða Puigdemont politiskt friðskjól í Føroyum, sigur Johan Mortensen at enda í boðum til miðlarnar í dag. Leiklistin er tann vakrasta listin   - Leiklistin er tann vakrasta listin, sum finst, sigur kendasti føroyski leikari á palli og filmi, 59 ára gamli Olaf Johannesen úr Havn, sum býr í Keypmannahavn, og har hevur vunnið fýra Reumert virðislønir, í práti við Kaj Joensen í Degi og Viku í kvøld. - Stýrisfólkini hava ikki havt peiling av leiklist, sigur Olaf um leiklistarligu gongdina síðan í 90’unum tá Tjóðpallurin so smátt bleiv til.  - Ábyrgdin fyri at leiklistin skal mennast, liggur hjá Mentamálaráðnum, sigur Olaf. Ikki sørt lakoniskt høvdu ongi onnur fólk, enn professionellu leiklistafólkini, Gunvá Zachariassen og Búi Dam, sum vit fyrr hava hoyrt, orðið. Øll hini, sum vórðu spurd, høvdu onga viðmerking. Tað haldi eg altso vera so superspell, at tað nú koppar til láturligalakoniskt. Tórshavnar kommuna eigur gula Meiaríið, har Tjóðpallur Føroya hevur innivist.  Kendi havnararkitekturin, H.C.W. Tórgarð (1885-1957), hevur teknað Meiaríið, sum varð bygt í mentanargøtuni Tórsgøtu í 1922. Kommunan keypti bygningin, tá virksemið helt uppat í upprunaliga Meiarínum, og í 1993 slapp Føroya fyrsti yrkissjónleikarbólkur, Gríma, inn í ein part av gulu húsunum, sum enn verða kallað Meiaríið. Í fyrstuni var bara pláss fyri skrivstovu og einum lítlum venjingarhøli, men fimm ár seinni var rættiligt framførsluhøli liðugt, soleiðis at Gríma á 20 ára degnum í 1997 kundi framføra stórfingnan leik í gomlu mjólkarhølunum, sum tá vóru umvæld og innrættað til endamálið. Í 2005 varð Tjóðpallur Føroya settur á stovn, og Tjóðpallurin hevur síðani húsast í Meiarínum, sum Tórshavnar kommuna eigur. Longur upp í Havnini eru enn eini hús, sum sami arkitektur, H.C.W.Tórgarð, teknaði, og tað upprunaliga til sjónleik. Tað er reyða Sjónleikarhúsið hjá Havnar Sjónleikarfelag, sum stavar frá 1926. Lógin um Havnar Sjónleikarafelag og Sjónleikarhúsið sigur í grein 3 at felagið er ein sjálveigandi stovnur. Í grein 16 verður sagt, at ”Felagið kann ikki selja Sjónleikarhúsið uttan so er, at tann peningur, sum kemur inn við søluna verður nýttur til bygging av nýggjum, meira tíðarhóskandi húsi til sama endamál. Um felagið minkar so langt niður í limatali, at samtykt verður at slíta felagið, kann húsið verða selt og sølupeningurin saman við møguligari aðrari ogn felagsins nýtast til annað mentunarligt endamál í samráð við Tórshavnar Býráð.” Sostatt er eitt ávíst, kanska bara søguligt, knýti til Tórshavnar býráð. Í skjølum hjá kommununi sæst, at hvørt ár verður latin stuðul til rakstur av Sjónleikarhúsinum. Stuðul verður eisini latin til leikir og kabarettir, ið verða framførd í Tórshavnar kommunu, umframt til ymiskar sjónleikaverkætlanir. Mentamálanevndin hevur ásett leiðreglur fyri økið. Stuðul til sjónleik frá Tórshavnar kommunu er upplýstur at vera 895.000 kr í 2019. Ár eftir ár sæst eisini í Løgtingsfiggjarlógini, at ein avmáld játtan er til at reka landsins tjóðpall. Tjóðpallur Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, ið virkar sambært Ll. nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. Í árliga breyðtekstinum verður sagt, at ”Tjóðpallur Føroya skal í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði, og stovnurin skal framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk. Harafturat skal stovnurin geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist og sjónleiki so væl sum aðrari palllist, tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til tess at menna yrkisførleikar teirra, skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftirútbúgvingum, og fremja og menna yrkis- og áhugaleiklistina í Føroyum.” Á Fíggjarløgtingslógini verður skotið upp at játta 6,7 milliónir til virksemið og inntøkurnar eru mettar til 848.000 krónur.  Lesa vit longur niður á síðuni síggja vit nærum óbroytta og pappírstolna tekstin um eitt Tjóðleikhús, sum helst er størri fatamorgana í dag enn nakrantíð. Sagt verður um transformatiónina frá palli til hús, at ”Sum ein liður í at lyfta føroyska leiklist frameftir er avgjørt at byggja eitt nýtt tjóðleikhús, sum skal tryggja yrkisleiklistini tíðarhóskandi hølisumstøður.…Fyrireikingarnar av byggingini av tjóðleikhúsinum ganga eftir ætlan. Í 2020 er hildið fram við fyrireikingunum, har ætlanin m.a. er at fyriskipa eina hugskotskapping um staðseting og eina arkitektakapping um tjóðleikhús. Arkitektakappingin verður ætlandi liðug á vári í 2021. Tað verða játtaðar 2,0 mió. kr til Tjóðleikhúsið í 2021. Ætlanin er, at verkætlanin partvíst skal fíggjast við uttanhýsis fígging. Í tí sambandi má uppskot um løgtingslóg um at útvega uttanhýsis fígging til at byggja tjóðleikhús leggjast fyri Løgtingið.” Eitt var at greiða hugskotið og seta tað í verðina, síðan varð at keglast um staðseting, har handilslívið í Havn slapp at sópað hugskotið burtur frá teirra hølum til gudvitihvar, men so kom undarliga ásetingin um at søkja aðrar pengar enn okkara egnu at byggja føroyskt tjóðleikhús fyri, eitt inntriv, sum krevur lógarheimild, gudviti hvør sakførari hevur funnið uppá hatta, og so er tað arkitektakappingin, sum nú skal fyrireikast og lýsast, um nakar í mentanarliga fílabeinstorninum orkar. Men ófrávíkiliga avbjóðingin er enn sum áður tveyhundraðog tjúgu parkeringspláss, sum skulu tryggjast bileigarum í Havn, innan eitt tjóðleikhús bara kann staðsetast, har sum fólk koma og fara. So veikur stendur borgarin í Havn mótvegis bilinum, skulu vit ikki fara inn millum Fjarða. Smátt er við pengum til mentan, smátt er við pengum til list. Við jøvnum millumbilum koma ætlanir fram, sum javna tað syndrið, ið veikir, alt ov veikir, mentapolitikarar hava megnað at bart seg fram til av mentakrónum úti um landið og í høvuðsstaðarkommununi. Tað sum einaferð er nátt, stendur í stað og eingir bygningar verða bygdir. Í Havn eru bygningarnir til dagsins sjónleik frá 1922 og 1926. Nýggi formaðurin, sum landstýrismaðurin hevur sett í Leiklistaráðið, fær nokk at gera, skal hann fyrihalda seg aktivt og innovativt mennandi til allar partar, sum undanfarni formaður nokk so lakoniskt ikki tímdi at lurta meir eftir. Men dialogur er ikki nóg mikið, spyrt tú meg. Her skulu stigvíst munandi størri játtanir á pallin, og so skal undirfult vakra Sjónleikarhúsið vekjast til lívs. Kanska er tað livandi, eg veit ikki, tí eg havi ikki verið freistaður at fara har í nokk so langa tíð. Gudviti hvussu leingi. Og tað er ikki gott, at eitt sjónleikarahús ikki fyriheldur seg livandi og aktivt uppsøkjandi til sítt umhvørvið. Tað var í hvussu er nakað, ið Olaf Johannesen segði í Degi og Viku í kvøld. Haldi, hann hevur rætt. Tikin úr tíð og borin til tín Í kvøld var konsert í Hátúni í Musikkskúlanum úti við Landavegin í Havn, dygst við Glasir. Tvey nýggj konsert- og upplivingarrúm í útryðjuni av høvuðsstaðnum, sum eg nú havi roynt einaferð í part, fyrru ferð við studentaleikinum Cabaret á Glasi og í kvøld við Kata í Hátúni - á yrkishædd, so tað stendur eftir í. Hástøkk í Hátún! Elstu upptøkurnar av føroyskum sangi eru frá Hjalmari Thurén í 1902. Umframt at vera grundarlag fyri nýggjastu útsetingum hjá Kata á fløgu, sum Tutl gevur út, vórðu hesar søguligu upptøkur eisini flættaðar inn í konsertina. Ein spennandi og eitt sindur mystisk konsertlýsing, Kata 1902, kanska tí eg ikki hevði verið her fyrr. Tær fimm røddirnar í Kata, Arnfríð Lützen, Birita Adela Davidsen, Eyð Steinbjørnsdóttir, Guðrið Hansdóttir og Unn Paturson, tulkaðu kvæði, skjaldur og barnarím ”um risar við hjartasorg, uppfinningarsamar ungmoyggjar, víkingastríð, syrgiligar lagnur og stuttligar søgur,” sum tær søgdu, undirfundigar. Unn Paturson, sum hevði stemmigaffilin, hevði lagt løgini til rættis fyri røddir. Upplýsingar um laglinjur og heimildarpersónar vórðu settar á eitt passandi lítið faktaark. Konsertin var serliga sterk, tí hon ikki hevði frásøgufólk, men fór at liva sítt egna avmálda og væl koreograferaða lív. Hon bleiv til eina organiska flyting eftir gólvinum, inn og út úr rúminum, meðan ljósið, roykurin og teir tríggir tónleikararnir skaptu baksýnið, sum aftur elvdi til fatanina av rumd og tíð í øllum skjaldrunum, sum eisini fingu eina elektro vend hjá Lasse Thorning Jæger, sum pettaði søguligu upptøkurnar hjá Turén sundur, leitaði á skurrandi útvarpsfrekvensinum og setti tær saman aftur stig fyri stig eftir elektro nærum trance trip hop frymili, meðan Knút Háberg Eysturstein sat við ymsu tangentarnar, sum javnan nomu við tað hákirkjuliga, og so Jan Rúni Poulsen, ið sló á trummur og háfrekvent slagverk, alt samalt avmált og við so stórum tamarhaldi, at tað var ein fragd at hoyra allan vegin ígjøgnum tann stíva tíman, stílfult avmálda konsertin vardi. Tamarhald var lyklaorðið. Og visuella framførslan gjørdi tað, sum annars kundi verið monotont, spennandi sprelskt. Pallsetingina gjørdi Katya R.D. Nielsen, Frida Poulsen búnarnar, Suni Joensen skapti ljósið og Alexander Gaard ljóðið. Eitt gott dagført og meistarliga stiliserað boð uppá tað, sum mann fyrr kallaði Føroyakvøld í Sjónleikarhúsinum, har eg ikki havi verið í longri tíð. Tað er ein missur fyri býin, at tað húsið ikki er aktivt. Meir enn einaferð fóru tankarnir til definitivt bestu framførslu eg havi sæð í Norðurlandahúsinum, Eddu kvæðini hjá Sequentia, sum undir leiðslu av Benjamin Bagby varð palsett við Ping Chong í japanskum No stíli á fyrstu Listastevnu Føroya, sum einki er at taka seg aftur í at skýra mest ambitiøsa tiltak her á landi. Kata rakti hetta støðið, tað verið seg í samklangi, førleikanum støðugt at søkja og síðan bróta tað monotona, so pallurin víðkaðist upp á síðupallin og niður eftir trappunum og inn millum teir tríggjar tónleikararnar, meðan ljósmaðurin lýsti og sendi royk upp í loft, meðan tær fimm skiftu millum hvítt, reytt og svartan munkabuna, sum tónleikararnir eisini vóru í, so heildin fekk ein grafiskan greiddleika. Og so vórðu vit aftur mint á, at alt tekur støði í upptøkunum hjá Hjalmari Thurén her í landinum í 1902. Ein fonografur. Tikin úr tíð og borin til tín. Hóast hvør sær ymsar í klangi og valøri, eru tær fimm røddirnar eisini so mjúkt samanvovnar at tær kundu gera stuttlig tónafravík, ið tó vórðu sum tilætlaðir glíðandi harmoniir millum brøður, og so traðka tær í næstu løtu í gólvið og eru ágangandi sum karelskt finsku Värttinä, ið var ein klangbotnur í útvarpssendingini Kuffertið við ferðandi heimstónleiki einaferð í nítiárunum. Ein framúr og púra óvæntað uppliving úti á Landavegnum í Havn, har eg skal venja meg við at eitt nýtt konserthøli er komið fyri at verða. Uttanumsfasilitetir høvdu komið væl við, so øll ikki fóru avstað í skundi beinanvegin. Konsertstøð skulu hava ljósa, ásjónliga inngongd, servering og høvið at seta seg at práta. Í hvussu er í høvuðsstaðnum. Men tað var so ikki tykkara feilur eitt leygarkvøld í Havn. Kata 1902 var ein framúr uppliving. Takk fyri tað! Morgunjól So eru jól. Tað siga morgunhillarnar í Mylnuni henda savnsfagnardag, heystfagnardag, altjóða blindadag og fyrsta dag, har loyvt er at koyra við píkum. Tað er bara hetta síðsta, at kunna koyra við píkum, sum bendir á, at summartíðin endar um tíggju dagar. Uttanfyri er sól og háur himin, Reynið andar og bátar eru í fjørðinum. Men 68 handilsdagar eru til jólaaftan. Hvørt ár haldi eg, at stytri og stytri er millum at stakkalastásið á jólahillunum minnir meg á tað, men kanska er tað ikki annað enn minnismissur, so hvørt árini verða fleiri og fleiri. Veturnætur og virðislønir Veturnætur, mikudagin mitt í heystfrítíðini, fáa vit sjón fyri søgn, um vit eiga bestu skúlabók í Evropa.  Tað verður avdúkað - við fjarstøðu - í Námi í Havn, hin 14. oktobur klokkan 15. Tá verður kunngjørt, hvør av teimum trettan tilnevndu bókunum fær henda heiður í ár. Føroyska bókin ”Finka - Føroyskt til annan flokk”, sum Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað og Kathrina Skarðsá hevur teknað, er við í kappingini Best European Learning Matereals Awards, stytt BELMA. Tað var í 2017 at Marianna vann handritakappingina, sum Nám skipaði fyri, til tess at finna nýtt tilfar, og at fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur.  - Vit vistu, at útgávan var góð, tí meldaðu vit hana til kappingina, og nú fáa vit eisini staðfest, at evropeiska elitan innan skúlabókaútgávu heldur tað sama, sigur bókatoymisleiðarin í Námi, Sigfríður Sólsker. - Eg haldi, at tørvur er á nýggjum tilfari til føroyskt í øðrum flokki at byggja brúgv millum "Súluna", sum brúkt verður í fyrsta flokki, har stórur dentur er lagdur á ljóðarbeiði, og so "Nem" í triðja, har tað snýr seg um tekstviðgerð, sigur høvundurin. - "Finka", sum byggir á egnar royndir og byggir á nýggjastu gransking, leggur upp til beinleiðis undirvísing í lesisnildum, bæði avkodingarsnildum og fatanarsnildum, og í ymiskum partsførleikum í lærugreinini føroyskt, so at næmingarnir kunnu fáa góð amboð at gerast virknir lesarar. Hetta er eisini tað, sum øll lesigransking mælir til, sigur Marianna. - Í byrjanarlesing er serliga týdningarmikið, at barnið fær tekst, sum tað hevur møguleika at læra at lesa, og at vit geva børnum hóskandi lærusnildir. Slíkt tilfar kann ikki umsetast úr øðrum málum, men má mennast til brúk á føroyskum, tí mál eru ymisk, sigur Sissal M. Rasmussen, lesifrøðiligur viðgeri, sum hevur viðgjørt tilfarið í "Finku", sum eisini er felagsbók, har allur flokkurin lesur í somu bók. Fakliga dómsnevndin, sum Nám hevði sett, staðfesti einmælt, at Marianna hevði rakt ein átrokandi tørv í móðurmálslærugreinini á hesum stigi beint nú. - Tankin um at byggja brúgv í øðrum flokki er greiður, hóskiligur og tíðarrættur, tá hugsað verður um ljóðarbeiðið árið undan, og eina sjálvvirkna og meira flótandi lesing árið eftir, siga Marjun Ziskason og Gunvá Magnussen. Tær eru ritstjórar í Námi, sum umframt aktuellu "Súluna" og "Nem", eisini gav út "Hervør, Høgna og hini". Kathrina Skarðsá hevur teknað og Anna Simonsen, sum fann uppá heitið, hevur verið grafikari. Hon starvast hjá Grafia í Klaksvík, ið hevur havt bókagerðina um hendi. Virðislønin verður hvørt ár latin á bókamessuni í Frankfurt, har European Educational Publishers Group skipar fyri. Í ár er bókamessan og handanin virtuel, tað vil siga á netinum. Tí bjóðar Nám, sum hevur givið nýggju bókaheildina "Finku" út, til kaffi og køku - afturvið beinleiðis sýningini frá bókakappingini, mikudagin. Rithøvundurin verður til staðar í Námi. James Bond gongur sum heitt breyð - Beint nú eru tað 1500 fólk, sum hava sæð James Bond, og 2200 atgongumerki eru seld, sigur Mourits Clementsen úr Havnar Bio á nátturða leygarkvøldið. - Vit hava spurningar inni um skúlabio fyrrapartar, allar okkara sýningar hava verði heilt útseldar, og so hava vit eykasýningin í dag, sum vit nokk vóru nakað sein úti við. Í morgin er eisini ein eykasýning, sum longu hevur selt nakað, umframt hinar báðar sýningarnar í morgin, ið eru so gott sum útseldar. Nýggi James Bond filmurin “No Time To Die”, sum fær allar bestu ummæli í øllum heiminum, gongur m.a. fyri seg í norðara enda á Kalsoynni, har Trøllanes og Kallurin eru sjónlig frá mongum síðum og á mangan hátt. Atlantis, sum nú eitir Norð Bio, vísur eisini nýggja James Bond filmin, sum helst fer at verða mest sæddi filmur í ár. Eftir ársskiftið gevur Posta út eitt føroyskt James Bond frímerki í hesum sambandi. Diktatornýtt Satira, sum vit hava lítið av her í landinum, trívist væl í Noregi. Har er til dømis bloggurin Diktatornytt, sum eisini er vorðin til bók hjá upphavsmanninum, 46 ára gamla journalistinum og heimspekinginum Mikal Hverven Hem, ið hevur arbeitt saman við føroyska journalistinum Jógvan Hugo Gardar: - Søgan um Diktatornytt byrjaði á Ny Tid, har Hem og eg arbeiddu saman. Hann tók hugskotið við sær, og gjørdi ein blogg, sum so bleiv ein bók. Tiltikna vinstraradikala norska forlagið Pax gav uppseldu bókina út á norskum í 2012. Orsøkin til áhugan fyri Diktatornytt er stóra norska avísin Verdens Gang - ja eg havi sett mær fyri at sleppa styttingum sum VG - sum í dag kunnger nýggjastu myndir av norðurkoreanska einaræðisharranum, Kim Jong-un, á einum hvítum rossi í heilagu fjøllunum í himmalska Norðurkorea. Uttan hjálm. Annars høvdu vit ikki sæð hann og kunna lisið Diktatornytt sum í Rokokoposten og øðrum útlendskum fragdarsneisum av hesum slag. ”Frem eitt kvett” er sjálvsagda høvuðsyvirskriftin í bókini hjá norska Hem. Í hesum kapittuli verður teksturin skipaður undir uppbyggiligu orðunum Tjóðskaparligur, fólkaræðisligur og heterofilur við lærdómi um munadyggasta framferðarháttin: "Undir kvettinum er av týdningi beinanvegin at fáa eftirlit við útvarpi og sjónvarpi. Tá tú ert komin til valdið, so er gamal siður, at tú heldur eina útvarps- og sjónvarpsrøðu til fólkið, har tú greiðir frá, at nú er tað tú, ið stýrir landinum. Tú mást ongantíð siga, at talan er um eitt kvett. Kalla heldur maktskiftið fyri eina kollvelting, ein bardaga fyri mannarættindunum, ella eina upprudding í kreppuraktu stýrisskipanini. Best er, um tú eisini brúkar eina ella fleiri av hesum grundgevingum fyri, at tú hevur tikið valdið: Í kapittulinum ”Mao hátturin” verða hesi orð søgd at enda: "Tað eru nógvar gøtur til valdið. Tað, sum hevur størstan týdning, er at finna best egnaðu loysnina í tí landi, har tú skalt verða einaræðisharri. Men sjálvt tá tú ert blivin einaræðisharri, eru ikki allar súðir syftar. At koma til maktina er lætt. At verða verandi á tindinum er nógv truplari." Leiklistafylkingin svarar aftur Sum greitt frá í tveimum bloggum er ónøgd millum nýstovnaðu Leiklistafylkingina 2020 og Leiklistaráðið um leiðsluna av Tjóðpallinum. Heilt spesifikt snýr tað seg um kravið um áramálssetan, ið verður ein trupulleiki, tá setanin í fýra førum hevur verið longd, og hildið hevur verið fram við somu leiðslu, óbrotið. Í dag svarar Leiklistafylkingin forkvinnuni í Leiklistaráðnum, sum hevur verið í Kringvarpinum og greitt frá um gongdina í málinum, nú skeiðið hjá Leiklistaráðnum eftir ætlan er runnið út:  Leiklistaráðið tulkar lógina um Tjóðpall Føroya á sín egna hátt Nú 22 fakfólk og 6 leikbólkar mótmæla stjórasetanina á Tjóðpalli Føroya, er kreppa á leiklistaøkinum. Kortini stendur Leiklistaráðið við síni avgerð um at seta sama stjóra fyri fjórðu ferð. Starvið er, sambært lógini, eitt listaligt starv, sum er áramálsett. Men Leiklistaráðið hevur vigað aðrar førleikar tyngri og hevur ikki virt áramálsetanina. Stjórin skal, sambært Leiklistaráðnum, hava hjálp til bæði tað listaliga,  til at betra um samskifti við leiklistaøkið og til at orða visjón. Leiklistin í kreppu í eitt hálvt ár  Uppgávan hjá Leiklistaráðnum fevnir sambært lógini um Tjóðpall Føroya eitt nú um:  T§ 3. Leiklistaráðið setir stjóra og loysir úr starvi stjóra fyri Tjóðpall Føroya. Stjórin er áramálssettur.  Til stjórasetanina 2015 valdi Leiklistaráðið at víkja frá siðvenju á mentanarøkinum, sum er at tílíkar áramálsetur eru í mesta lagi tvær setur, við í mesta lagi møguleika fyri hálvari setu afturat. Longu tá gjørdi Leikarafelag Føroya (t.e. fakfelagið hjá yrkisleiklistafólkum) vart við, at stórur partur av økinum ikki tók undir við hesi avgerð. Nú sami stjóri fyri fjórðu ferð 14.02.2020 varð settur á Tjóðpalli Føroya, varð Leiklistafylkingin 2020 sett á stovn. Limir í fylkingini eru meginparturin av føroyskum yrkisleiklistafólkum. Leiklistafylkingin 2020 mótmælir, at áramálsetanin í lógini ikki verður vird. Áramálsetanin er hornasteinur í tí  leiklistafatan, sum lógin hvílur á. Leiklistafylkingin 2020 ger vart við, at tað er fakliga óforsvarligt, at einasta føroyska yrkisleikhús hevur ein og sama stjóra í 20 ár. Leiklistaøkið er í eini kreppu, sum hevur staðið við og er versnað síðani 14.02.2020. Væntandi samrøða endar við almennum mótmæli  Eftir fyrst at hava roynt at fáa Leiklistaráðið og Uttanríkis- og mentamálaráðið á tal um hetta og uttan at tað eydnaðist, sendi Leiklistafylkingin tann 28.03.2020 mótmæli til Leiklistaráðið og UMMR. Har varð grundgivið bæði fakliga og við støði í lógini fyri mótmælinum. Ein fundur varð loksins hildin millum Leiklistaráðið og umboð fyri fylkingina 6. august 2020. Ein fundur, sum fylkingin ynskti fyri at hoyra sjónarmiðini hjá Leiklistaráðnum. Leiklistaráðið hevði sjálvt spurningar, sum ikki vóru í skránni og fór allur fundurin við at fylkingin svaraði hesum. Fundurin varð slitin við lyfti um framhaldandi fund. Endaliga breyt Leiklistaráðið avtaluna um fundarframhald, har tey svaraðu spurningum frá fylkingini. Leiklistaráðið metti seg at hava hoyrt nokk frá Leiklistafylkingini 2020. Nú, sjey mánaðar seinni er sostatt enn einki stig tikið til broyting og tískil hevur Leiklistafylkingin 2020 sent út alment mótmæli mánadagin 28.09.2020. Sama dag greiddi talsfólkið hjá fylkingini, Gunnvá Zachariasen, frá støðuni í tíðindum hjá KvF á middegi. Í tíðindunum sama kvøld kl. 18.00 svaraði Ingibjørg Berg, forkvinna í Leiklistaráðnum, aftur.  Leiklistaráðið tulkar áramálseting sum eftirmeting Ingibjørg Berg, forkvinna í Leiklistaráðnum, sigur soleiðis í samrøðu við KvF 28.09.2020: “.....at tað nokk er eitt signal í, at man í hvussu so er skal eftirmeta fimta hvørt ár.”  Sitandi Leiklistaráð, har fleiri limir ikki eru fakfólk, tekur sostatt ræði á lóggávuni sjálvari og tulkar áramálsetan sum eftirmeting. Væntandi eftirmetingar er júst ein trupulleiki.  Hóast Leikarafelagið áður hevur gjørt vart við trupulleikar á Tjóðpallinum, so hevur stovnurin ikki verið eftirmettur í 15 ár. Leiklistarráðið hevur ongar eftirmetingar gjørt av arbeiðsumstøðum og arbeiðsgongdum á stovninum, hvørki yvirskipað  ella í mun til uppsetingar hjá Tjóðpallinum ella av  eksternum samstørvum við Tjóðpallin, t.e. av uppsetingum, har fríyrkisleikbólkar hava verið  á Tjóðpallinum og framført síni verk. Tað er tí ógreitt, hvørja eftirmeting stjórasetanin byggir á. Ingibjørg Berg flytur fokus yvir á stjóran Ingibjørg Berg svarar ikki kritikkinum av Leiklistaráðnum í útvarpstíðindunum. Hon flytur fokus yvir á stjóran og samanberingar, tey hava gjørt við aðrar umsøkjarar. Á henda hátt noyður Ingibjørg Berg samrøðuna inn á førleikarnar hjá sitandi stjóra. Og nýtur í síni argumentation eina vitan, sum ongin kann fáa innlit í, nevnliga samanberingar við aðrar 14 aðrar umsøkjarar. Grundgevingin fyri setta stjóra ikki samanhangandi Í skrivi til Leiklistafylkingina 27.04.2020 ger Leiklistaráðið greitt, at tey hava sett ein stjóra, ið tørvar hjálp til fleiri kjarnuuppgávur - eitt nú: Hjálp til tað listarliga arbeiði  Tey vísa á, at longu í setanarsamrøðuni hevur verið talan um at seta eitt listaráð á Tjóðpallinum. Tað er rætt, at leikhús ofta hava listaráð (dramaturgiat), men ongantíð fyri at kompensera fyri væntandi leiklistafakligar førleikar hjá stjóranum. Tað krevur ein listafakliga sterkan stjóra at arbeiða við einum fakligt sterkum listaráði.  Hjálp til samskifti við økið  Í sama skrivi tann 27.04.2020 ger Leiklistaráðið greitt at: “...ráðið saman við stjóranum skal gera eina ætlan fyri, hvussu Tjóðpallur Føroya fær betur og dyggari samskifti við leiklistina og onnur lista- og mentanarøki í Føroyum…..” At vit hava eina so stóra kreppu í dag á leiklistaøkinum eru tíanverri tekin um, at samskiftið við økið er farið av sporinum fyri langari tíð síðani.  Hjálp til visjónina  Leiklistaráðið almannakunngjørdi í KvF, tá ið tey settu stjóran tann 14.02.2020 at: “ ... viðkomandi (stjórin. red.) hevur visjónir og greiðar hugsanir um føroyska leiklist og framtíðar føroyska Tjóðpallin.”  Tað eru nú sjey mánaðar síðani stjórasetanina, og enn hevur hvørki leiklistaøkið ella almenningurin frætt nakað um visjónir ella  greiðar hugsanir um, hvørja visjón Tjóðpallurin hevur um føroyska leiklist og framtíðar føroyska Tjóðpallin. Tá Leiklistafylkingin 2020 loksins fekk ein fund í lag við Leiklistaráðið tann 06.08.2020 spurdi hon ráðið, hvør visjónin er. Eingin av ráðslimunum kundi greitt svara hesum spurningi, men boðaði Ingibjørg Berg, ráðsforkvinna tó frá, at tey nú skulu í gongd við at orða eina visjón saman við stjóranum. Leiklistaráðið velur sostatt at seta ein stjóra, sum tey meta bæði hevur tørv á hjálp til tað listaliga arbeiði frá einum listaráðið, umframt hjálp frá Leiklistaráðnum til at fáa betri samskifti við leiklistaøkið og til at orða eina visjón. Fríyrkisbólkar nýttir í grundgevingini Í tíðindunum hjá KvF tann 14.02.2020 verður lagt til grund fyri setanini at  ”...stjórin hevur tryggjað samstørv við leiklistaøkið.” Vit vilja gera vart við, at ikki eitt einasta av teimum samstørvunum, ið bólkarnir í Leiklistafylkingini 2020 hava verið partur av, eru “tryggjað” av stjóranum. Bólkarnir hava allir sjálvir tikið stig tisamstørvini, sum hava verið. Bólkarnir hava sjálvir skaffa alt frá fígging til koncept til tekst/evni til listafaklig starvsfólk til eksterna samskiftisstrategi og ikki minst altjóða netverk.  Bólkarnir hava vent sær til Tjóðpallin, tí ongin annar pallur við leiklistarligum hentleikum er í Havn. Leikbólkarnir í Leiklistafylkingini 2020 eru  ongantíð bodnir til eftirmetingar av hesum samstørvum.  Misvísandi samanbering av leikhúsum Ingibjørg Berg sigur víðari  í samrøðu við KVF 29.09.2020: “...vissi vit samanbera við Tjóðpallar aðrastaðni, so er stjórastarvið í størri leikhúsum býtt upp í tvey; tú hevur ein fyrisitingarstjóra og ein listaligan stjóra...og eina stóra fyrisiting afturat”....(citat endar) Hendan samanbering er ikki serliga hóskilig, tíansheldur brúkbar. Um samanbering skal gerast, eigur samanberingin at vera við leikhús við samanberiligum kørmum, fram um hvønn status tey hava (t.e. sum national-, økis- ella býarleikhús). Tey leikhús, sum hava á leið somu játtan og kunnu rúma á leið sama tal av áskoðarum. Gera vit tað samanberingina, so finnast fleiri leikhús í okkara grannalondum, sum hava fleiri føst starvsfólk. Sum oftast er tvístreingjað leiðsla raðfest við einum listaligum og einum umsitingarligum leiðara, har tann listaligi hevur seinasta orðið. Hetta er júst tað lógin um Tjóðpall Føroya setur út í kortið í 2003, men hetta er ongantíð gjørt. Tvístreingjað leiðsla tryggjar dynamik og áramálsetanin tryggjar endurnýggjan og nýhugsan, ið er ein sera sterkur og virdur tanki innan leiklistina alla aðrastaðni. Áramálsetan er einasti máti, sum har umframt kann tryggjað, at listafakliga tilfeingið verður troytt á besta hátt.   Hví var setanartilgongdin so drúgv? “Hetta starvið krevur eina sovorðna fjølbroytta viftu av førleikum og tí bleiv eisini tilgongdin hjá okkum drúgv “ sigur Ingibjørg Berg í somu samrøðu við Kvf tann 29.09.2020.  Ein onnur orsøk til at setanartilgongdin gjørdist drúgv, er, at undir tilgongdini  kemur undan kavi, at ráðið er ikki fullmannað. Einki starvsfólkaumboð frá Tjóðpallinum hevði verið í Leiklistaráðnum í eitt ár, og sostatt varð hetta starvsfólkaumboðið ikki við til at gera starvslýsingina og heldur ikki til innleiðandi setanarsamrøður. Leikarafelag Føroya gjørdi tá bæði UMMR og Leiklistaráðið vart við hetta, og bað um at setanartilgongdin varð støðgað, til greiða varð fingin á málinum. Hetta var sostatt lutvíst orsøkin til, at tilgongdin gjørdist so drúgv. Ein onnur orsøk var,  at Leikarafelag Føroya í desember 2019 tvíhelt um, at umsóknarfreistin skuldi leingjast, og at eisini skuldi lýsast eftir stjóra uttanlands. Tað er tí ikki heilt dekkandi, tá ið Ingibjørg Berg sigur, at setanartilgondin gjørdist drúgv vegna arbeiði við metan av umsøkjarunum. Leiklistaráð við veikum leiklistafakligum førleikum Omanfyri nevndu viðmerkingar og dømi  geva eina greiða mynd av einum Leiklistaráði, sum hvørki hevur kunnleika ella fakligar førleikar, ið eru avgerandi fyri at vera før fyri at seta ein stjóra á einum yrkisleikhúsi. Uttan at samskifta við fakkunnleikan á leiklistaøkinum, uttan nøktandi at hava eftirmett virksemið á Tjóðpallinum, síðan hann varð stovnaður, uttan at leita sær ráðgeving frá serkønum, velur Leiklistaráðið at endurseta sama stjóra, hóast ráðið í fleiri førum hevur fingið fráboðanir um trupulleikar á stovninum. Tískil er mótmælið hjá Leiklistafylkingin 2020 vent móti Leiklistaráðnum.Leiklistaráðið hevur ikki gjørt sítt arbeiði til lítar. Leiklistafylkingin 2020 ger vart við: Starvslýsingin eftir stjóra speglar ikki eitt nøktandi fakligt støði, tá ið talan er um eitt yrkisleikhús. Ongin greið visjón fyri, hvat ynskt verður av einum tjóðleikhúsi, er orðað í starvslýsingini. Ongin greið visjón fyri, hvat ynskt verður av einum leiðara á hesum mentanarstovni, er orðað í starvslýsingini. Tíðarætlanin fyri stjórasetanini er ikki løgd til rættis á ein hátt, sum líkist tí, ið vanliga verður brúkt á yrkisleikhúsum fyri at tryggja eina góða og smidliga yvirgongd, tá ið fyristingin fer úr hondunum á einum stjóra í hendurnar á einum øðrum. Vanlig mannagongd, á einum leikhúsið, er at hava eina yvirgangstíð uppá minst eitt hálvt ár. Í  yvirgangstíðini setur fráfarandi stjórin nýggja stjóran inn í fyrisitingina og annað sum er neyðugt hjá nýggja stjóranum at læra seg um starvið og stovnin. Tað er eisini vanligt at fráfarandi stjórin virkar í starvi sum ráðgevi í eina tíð eftir at nýggi stjórin hevur tikið við og fráfarandi stjórin er farin.  Leiklistaráðið sigur í skrivi til Leiklistafylkingina  tann 27.04.2020: “Setanarsamrøðurnar vórðu skipaðar eftir siðbundnum leisti við frammanundan avgjørdum spurningum. Hetta fyri at hava eitt hóskandi samanberingargrundarlag undir avgerðini.” Hvør er tann siðbundni leisturin? Somu fólk ganga aftur í Leiklistaráðnum síðani tað varð sett á stovn. Føroyar hava bert eitt yrkisleikhús. Tískil hava vit ongan siðbundnan leist her. Tann leisturin Leiklistaráðið hevur brúkt er ikki siðbundin innan setanir av leikhússtjórum aðrastaðni. Starvfólkaumboðið fyri Tjóðpallin hevur ikki verið í ráðnum síðani februar 2019 og hevur hendan røddin ikki verið við til at orða starvslýsing ella verið við í setanartilgongdini. Tey sum hava vitað av at umboðið manglaði hava ikki tryggjað at annað umboð kom inn í staðin. NEO PI 3 vóru gjørdar av eksternum ráðgeva. At hava gjørt eina test er í sjálvum sær ikki ein góðskutrygd. Hvørjar eginleikar í testúrslitunum er dentur lagdur á? Hvussu er mett um hvørjar eginleikar ein leikhússtjóri skal hava?Senda trupulleikarnar víðari til komandi Leiklistaráð: Sambært lógini skal sitandi Leiklistaráð leggja frá sær tann 01.10.2020.  Leiklistaráðið sjálvt metur, at ráðið hevur gjørt tað rætta, uttan at tey hava haft nakað samskifti við fakfólkini - hvørki tey, sum hava verið í tíðaravmarkaðum størvum á Tjóðpallinum  tey seinastu fimm árini,  tey sum hava verið virkin á leiklistaøkinum seinastu 15 árini, ella tey sum ongantíð hava fingið bjóðað arbeiði á Tjópallinum, og tískil hava eygleitt stovnin uttanífrá. Øll hesi eru útbúgvin yrkisleiklistafólk við hollum royndum og viðurkenningum herheima og uttanlands. Tað er okkara øki, sum er í kreppu og nýggja Leiklistaráðið arvar sostatt eina álvarsliga kreppu. Talan er um økið hjá okkum, sum hava valt leiklistina sum lívsyrki. Talan er um Tjóðpall Føroya, ein mentanarstovn, sum eigur at verða umsitin við tign og virðiligheit. Yvirlýsing frá Leiklistafylkingini 2020 -       Vit vilja taka ábyrgd. -       Vit vilja leiklistini og Tjóðpalli Føroya tað besta og mótmæla tí avgerðini at seta sama stjóra á Tjóðpalli Føroya fýra ferðir. Fyri okkum øll snýr hetta seg um, at tað  grundleggjandi er skeivt og fakliga óforsvarligt at seta sama persón í 20 ár, óansæð hvør hesin persónur er og hvørjar einastandandi førleikar viðkomandi kann hugsast at hava. Tjóðpallur Føroya  skal ikki stirðna og verða bundin at einum og sama persóni í áratíggu. Tí hevur lógin um Tjóðpall Føroya innbygt ta trygd, at stjórin er áramálsettur. Stjórin skal skifta. -       Tað skulu verða sterkar grundir fyri IKKI at skifta stjóra. Einans um tey, ið hava besta fakliga innlitið staðiliga og við góðum og óreingiligum grundgevingum heita á Leiklistaráðið um at seta sama stjóra triðju ella fjórðu ferð, eigur hetta at verða gjørt. Og bara tá. -     Tað er vandamikið fyri ein so lítlan stovn, at vera tengdur at einum og sama persóni í 20 ár. Kortini hevur Tjóðpallur Føroya havt ein og sama stjóra alla sína livitíð.  Tí er Leiklistafylkingin 2020 ímóti. Leiklistafylkingin 2020 Vinaliga Leiklistafylkingin 2020 Í bókstavarað:  Eintaklingar: Sámal Blak, pallsniðgevi og medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund  Jón Mc Birnie, tónameistari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund, hvílandi limur í Film- og tv-arbejderforeningen, FAF Barbara Christophersen, sjónleikari, medstovnari av Teatur Grugg Sóley Danielsen, sjónleikari, medstovnari av InTime Theater, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Búi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Egi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Petur Meinhard Ellebye, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Kjartan Hansen, sjónleikari, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund   Vár Berghamar Jacobsen, dramaturgur og sjónleikari, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Annika Johannessen, sjónleikari, A-limur í Dansk Skuespillerforbund, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Olaf Johannessen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Birita Mohr, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, hvílandi limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Sofía Nolsøe, sjónleikari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Bárður Persson, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Búi Rouch, dansari, framleiðari av fríyrkisverkætlanum, limur í Deutscher Buhneenverein, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Súsanna Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Kristina Sørensen Ougaard, dansari og sjónleikari, medstovnari og leiðari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av TVAZZ, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Durita Dahl Andreassen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini Marita S. Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini Mariann Hansen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini Ria Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini Leikbólkar: Det Ferösche Compagnie, stovnað í 2010 GUT//Productions, stovnað í 2015 InTime Teater, stovnað í 2014 Leikhús Skift, stovnað í 2005 Teatur Grugg, stovnað í 2009 TVAZZ, stovnað í 2006 Wilkinson møtir Benjamin 75 ár eftir Nürnberg Í dag eru 75 ár síðan rættarfundirnir, Die Nürnberger Prozesse, vórðu loknir í Nürnberg, har nasistar vórðu dømdir fyri krígsbrotsverk og orðið genocide fyrstu ferð varð brúkt í altjóða rættarskjølum. Rættarfundirnir vórðu hildnir frá 20. november í 1945 til henda dag í 1946, hin 1. oktober. 75 ár eftir rættarfundirnar í Nürnberg hevur bretski dokumentaristurin, David Wilkinson, møtt ungarska sakføraranum, Benjamin Ferencz , sum er 101 ára gamal, og er hin seinasti ákærin úr Nürnberg, ið enn er á lívi.  Burturúr er komin ein 175 minuttir langur heimildarfilmur, Getting Away with Murder(s), sum Wilkinson nú ferðast við í bretskum biografum.  Umframt Benjamin Ferencz tosar hann í filminum við Mary Fulbrook, Dan Plesch, yvirlivararnar Kitty Hart-Moxon, Malka Levine og Arek Hersh, nasistajagstraran Stephen Ankier, bretska útvarpsmannin Robin Lustig, týska ákæran Jens Rommel, Holocaustlæraran Philip Rubenstein og James Smith, sum skipar fyri Holocaust minnismerkjum. David Wilkinson sigur sum grundgeving fyri at gera enn ein film um Holocaust. Wilkinson sigur, at tey sameindu vistu um brotsverkini móti mannaættini. Umframt Bretland og Týskland, førir nýggi heimildarfilmurin okkum til Írlands, USA, Litava, Latvia, Kekkia, Auschwitz-Birkenau í Póllandi, Eysturríki og Frakland. Nú 75 ár eru liðin, er upplagt høvi at tosa í skúlaflokkum um hetta evni við serligum atlitið til genocide, sum ikki endað við krígnum, men enn er við sítt frískt-sjúka lív, til dømis á Balkan mitt í Evropa, sum lýst í filminum Quo Vadis, Aida, ið viðger fólkatýningina í Srebrenica ein summardag í 1995, tá ST var í feriu, í núverandi Bosnia-Hersegovina. Tað var longu í Nürnberg hin 15. september í 1935 at jødar mistu borgarlig rættindi, so sum at giftast við ikki-jødum og at hava kynsligt samband um hesi somu mørk, annan ella hin vegin. Hetta elvdi samstundis til at skapa eitt guddómligt norrønt inspirerað baksýni at skilmarka og hevja upp hin rætta ariaran, sum Übermensch - fyrst í Týsklandi so í allari verðini. Týskt blóð og týskur heiður skuldi varðveitast og ikki dálkast av lægri stættum. Tað verið okkum til læru, aldri at taka upp aftur, og støðugt at byrgja fyri, at nakað tílíkt hendur aftur á okkara leiðum. Nie Wieder. Tí hava vit altjóða minnisdagin um Holocaust og onnur fólkamorð á hvørjum ári. At verða sjálvstøðug ella ikki, er tað kanska spurningurin? Nú verður kendasti leikurin hjá Williami Shakespeare (1654-1616) framførdur í Norðurlandahúsinum. Føroyski leikbólkurin Det Ferösche Compagnie  hevur gjørt alt húsið um til ein pall, tí leikurin Hamlet verður palsettur sum ein føroysk jarðarferð hin 8. november og fram. Tað er Hans Tórgarð, ið hevur týtt leikin av nýggjum og leikstjóri er Búi Dam. - Vit stremba eftir at skapa eina sýning, sum er eyðskild, øllum atkomulig, samstundis sum vit vilja vera trúgv ímóti ófatiliga kompleksitetinum og vakurleikanum í skaldskapinum hjá Shakespeare, sigur leikstjórin. Til høvið hevur miðnámslærarin Marianna Hoydal gjørt undirvísingargongdir til føroyskt á miðnámi og hádeild. Leikararnir Kristina Sørensen Ougaard, Mariann Hansen og Hans Tórgarð greiða frá á filmi, og Sámal Soll, Theodor Eli Dam Olsen og Meinhard Jensen hava skrivað greinar, sum hava verið í Dimmu og sum úr ymsum herðashornum lýsa Hamlet . Víst verður eisini til temasíðuna, sum Snar gjørdi til 400 ára haldið fyri Shakespeare . Í fyrireikandi tilfarinum verður upplýst, at Hamlet er um ein dana, men hann er á føroyskum máli, leikurin. Ein føroysk týðing eftir Heðin Brú varð givin út í 1969, men tørvur varð at nútíðargera leikritið, siga fyrireikararnir, sum settu Hans Torgarð á uppgávuna. - Hans er ein meistari í at mýkja og tamba málið uttan at tað upprunaliga hvørvur, verður sagt undan frumframførsluni. Høvuðspersónurin, Hamlet, er danski prinsurin á Krúnborg Slotti. Men nú leikurin tekur við, er hann ein av okkum, og tað er líkamikið, hvaðani hann kemur. Hann setir okkara leiklut í Ríkisfelagsskapinum í perspektiv og fær okkum at spyrja: Hvørji eru vit? At verða sjálvstøðug ella ikki sjálvstøðug, er tað kanska spurningurin? Tilfarið, sum Snar hevur gjørt til temasíðu um Hamlet, er opið hjá øllum at brúka. Her er temasíðan um Hamlet Tunlasjón - heilt til Vestmanna Klipp frá KVF Jørgin: "Tssk Bárður, "Um tú megnar at skaffa tíggju millónir frá diabetikarunum, og kanska tíggju aðrar frá pensiónistunum, so skal eg nokk fáa Mercedes at halda aftur við somu upphædd. Afturfyri skalt tú fáa ein tunnil til Vestmanna. Men so skal Hanus fáa frið.  Avtala?! "Avtala" svarar Bárður, "Hatta fixa vit!!" Soleiðis varð søgan um bráðkomna Vestmannatunnilin borin fram á Facebookvanganum hjá Oddmari Ravnsfjall úr Miðvági, sum er diabetessjúklingur. Endurgivin við loyvi frá upphavsmanninum, sjálvandi. Eins og Oddmar varð eg púra paff, tí hetta varð ikki partur av teim samhaldsføstu Føroyum, eg ella nakar eg kenni, visti um í farnu viku. Setti mær fyri at leita í netsavninum hjá landsins lógliga verkfrøðingi, sum tað eg veit, hevur fingið til uppgávu at umsita tunnlar fyri tær samhaldsføstu Føroyar.  Jú, har eru ferðslutyngstu vegir bókførdir, og Vestmanna hevur avgjørt ikki verið vigað á teimum vegum í nýggjari tíð, alt síðan flogleiðin varð kappað, tikin frá vestmenningum og løgd niður í Vágatunnilin tað beinu leið úr Havn, og skjótt eisini úr Klaksvík um Torbjørnsa Kongshavn og Runavík og so suður í Sandoynna um skamma stund. Alt í navni samhaldsfestisins og skrivað inn í Føroyakortið hjá Umhvørvisstovuni. Skrivað stendur soleiðis hjá okkara kollektiva landsverkfrøðingi, sum seinastu árini er blivin so desimeraðaur, at hann nú bara kallar seg LV:  ”Á landsvegakervinum er ein tann ferðslutyngsti teinurin millum Skálafjørð og Gøtudal. Ársmiðalferðslan í 2018 var 5.900 akfør um samdøgrið. Ein trupulleiki er, at ferðslan skal um Gøtueiði, sum liggur høgt (upp í 135 m úr havinum), og vegurin er brattur (upp til 100 ‰). Harumframt er nógv ferðsla ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv, sum eisini er skúlaleið. Men í Runavík til tunnilsmunnan í Rókini fer ferðslan at vaksa munandi. Úr 3.500 upp í 7.000 bilar um samdøgrið.” - Nú mugu okur hann floyti fáa okra tunnil, sigur ein argur suðringur, júst komin í land av Smyrli, sum aldri siglur eftir hansara høvdi.  - Hvat kosta hesi fólkini at hava gangandi millum húsini í Havn, spyr hann harðmæltur millum trongu Havnarveggirnar. Sum skilst er Per ikki longur einsamallur at fara til Havnar. Eins og norðmaðurin er Per nú Borten, púra borten. Tí nú eru teir báðir menninir, hann sipar til, Bárður úr Vestmanna, og Jørgen úr Sørvági, komnir við í hansara sang um at fara til Havnar, og harvið er rútmuna so púra brotin í gamla V4 sanginum, so hann slettis ikki kan syngjast í felag, og slettis ikki hjá einum óðum suðringi, sangurin um øll tey, sum einaferð í einum samhaldsføstum samfelag vildu til Havnar, ikki bara á kjøli aftur og fram um sund og firðir fleiri ferðir um dagin, hóast eingin gjaldandi er við, tí hini, tey ið hava bundið samhaldsfestið um miðjuna, betala, fyri allar ferðirnar í øllum landinum.  Nei, tú. Vit og okkara skulu hava ein part av køkuni, sum í hesum føri eitur tunnlar, ella bara ein einkartunnil, hann til heimsins mest undirmetta nalva, sum eingin visti av, men skal byggjast í politiskt óðum verkum, ikki við støði í tølum og avtalaðum verkløgum, men á bráðvunnin trygdartøl og nýkomnar hæddarmátingar, so tey á tí staðnum koma aftur og fram, teirra millum løgmaður. Havi áður sagt tað, at bilisma fer at forkoma okkum sum tjóð.  Til henda stað, sum onkur longu hevur skýrt blindtarm og annar sperðil, ferðast bara tey fæstu av øllum teimum, sum Landsverk longu hevur lagt í pipelines at fáa ein tunnil. Sjálvt tær fjarlagdastu brættlendisbygdir eru settar fremri. Visti ikki, at eisini beiski skemtisangurin um handilsmansørnina kundi takast fram her og spleysa alt av.  Serstakliga friðarligt hevur verið um framgyklaða Vestmannatunnilin upp undir fyrsta fund um fíggjarlógaruppskotið í morgun. Helst eru fólk so paff, at tað ikki er tikið inn enn og hvaðna minni sodnað, at ein fikkufyritøka í fáveldinum Føroyum kann gera av, hvør seyðajólamaður nú skal hava tunnlar. Í hvussu er helt eg ikki, at tey sum á hvørjum árið ganga fremst á Reyða Torginum fóru at taka undir við hesi fólkaræðisliga undirminerandi yvirsjóvarætlan, sum til ævigar tíðir fer at liggja samhaldsføstu Føroyum til last.  Hetta skeiklar fatanina av representativum fólkaræði og øllum vitbornum virksemi hjá lógliga stovninum Landsverki. Men tað er kanska dulda endamálið, sum nú kom í spergament: at niðurlaga og seta til viks allar uppbygdar og virkandi samfelagsstovnar, so fámannaveldið eina og áleina kann sætta sær og sínum. Tunlasjónin á heimabeiti er um at verða fullkomin.  Heimlig várlist til sølu í 32 skiftum Skuggablonda er høvuðsheitið á seks verkum hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard. Undirheitini eru Streymur, Ætt, Tám, Æl, Kyrra og Tutl. Tøknin er bundin føroysk ull, sett í passepartout og rammu úr træ og sýnd fram undir museumsglasi, so ein greið dýpd kenst og litirnir sleppa at spæla í innkastaða ljósinum tá tað rakar botnin í innrammingini.  Tað, tú leggur eftir tær, er heitið á bundnum verki við vhs bondum eftir Maibritt Marjunardóttir, sum er ein av teim 14, ið eru við á Várframsýningini. Hugtakandi verk úr syntetiskari vhs-ull, úrdrigið videoband við familju- og Prix Føroyar upptøkum, sum ein risa parúkkur, settur á ein svartan framsýningarkassa. Tú ert tað, tú leggur eftir tær. Eins og volvo merkir eg rulli, so merkir video eg hyggi. Spennandi verk, sum er framúr savningarlutur mitt á gólvinum í framsýningini. Lydia Hansen, sum júst er flutt úr Berlin til heimbygdina Gøtugjógv, hevur tvær atmosferufyltar fotomyndir, sum eru uttan heiti. Serliga væl dámar mær fasadumyndina, sum er av tveimum rúmum, har nakað sæst í tí handara rúminum, um tú steðgar og hyggur, og fært eygað á eitt annað lag í fotomyndini. Men so vísur Lydia hjá Jóannes hjá Jakku hjá Marsannu mær á verkstaðin hjá abbanum, Jakku, sum í kjallaranum umvældi skógvar. Góð fotouppliving. Felagið Føroysk Myndlistafólk bjóðaði fríggjadagin til Várframsýning, sum er søluframsýning, og festligt fríggjadagsábit í Listasavni Føroya, so sum siður hevur verið síðan 1990. Hevur tú verið við á Várframsýningini tríggjar ferðir, so kanst tú gerast limur í Føroyskum Myndlistafólkum, so henda framsýningin er hin einasta, ið fyriskipanarliga er progressiv, tí hon hevur eitt íbygt menningarstig. Tí er hon einasta afturvendandi kjakskapandi myndlistaframsýning. Persónligir fyriskiparar, felagsins vegna, eru Hansina Iversen, Randi Samsonsen og Jóhan Martin Christiansen. Saman við Solveig Hanusardóttir Olsen, sum er savnsumsjónarfólk í Listaskálanum, hava tey hongt verkini upp. Tey trý hava heitt á fólk um at senda verk inn, og síðani tikið støðu til tað, ið veruliga kom inn, og endaliga valt tey 32 verkini burturúr, sum nú síggjast á Várframsýningina og eru hongd á veggin og sett framm á gólvið í Listaskálanum heilt til 16. mai, tá Várkonsertin við Symfoniorkestrinum longu hevur verið dagin fyri í Norðurlandahúsinum. Samfelagið, sum hevur hildið okkum í búri í eitt ár, fer nú at opna seg, og tá vaksinan, sum kemur úr fremmandum londum, einaferð verður útbreidd her hjá okkum, verða vit loyst úr lagdi og sleppa at ferðast og møta øðrum enn okkum sjálvum. Kanska er korona størsta fordummilsisprosess nakrantíð. Í innilæstum løtum kann mann fáa ein evarska lítlan varhuga av, hvussu jødar munnu hava havt tað, tá teir bíðaðu eftir ferðaloyvi í Týsklandi í tríatiárunum. Og her er tað, at listin kemur inn í myndina. Í samfelagsligum stongsili er neyvan nakað sum list, ið kann loysa fyri nýggjum sannkenningum og upplivingum, hádjúpar ella bara flatligt gerandisligar. Og hetta við at loysa seg leysan av vegginum á dagsins Várframsýning og verða sett framm á gólvið, skal takast heilt bókstaviliga. Eitt av verkunum í Listaskálanum í Gundadali hevur heitið Heimavøllur, sum er hvít borðinstallatión í vinkul hjá Rannvá Holm Mortensen og Guðrið Poulsen. Heimavøllurin, ið er sum rekvisittur til eitt maskaraduball, ella kanska filmin Festen (1998) hjá Vinterberg, fyllir 1200 x 80 x 300 cm í vinkuli fram eftir gólvinum í høvuðsstaðardalinum, har fleiri og nógv størri kommunalir heimavallir eru beint uttanfyri, hóast evnið og kappingarmomentið har er bóltur heldur enn skreyt, matur og borðskifti, ið helst er nógv blóðigari á borgarligum heimavølli hvønn dag í árinum, meðan bringureyði hoyrist í trøunum uttanfyri, púra laiv.  Hin installatiónin, Raritetskabinettið hjá Ole Wich, fyllir eftir skránni 250 x 250 x 300 cm og er savnað í flytikassar í fjøruti ár. Saman við einum drúgvum katalogi, sum blaðast kann í, er hetta millum mest spennandi framsýningarverkini fyri mínum eygum henda fríggjadag, serliga við savnsgrundaranum Ole Worm (1588-1654) í huga, men eisini at síggja skræddaraseymaða klædninginum hjá Knút Lambaa. Men aftur krevur verkið tíð at taka inn, og at fáa ein lítlan varhuga av hvørjum smáluti, sum heilt vist eru fleiri enn túsund.  Við síðuna av Ole’sa raritetskabinetti hongur svalliga sveimandi oljumálningurin Nuclear Office hjá Kirstin Helgadóttir.  Hinumegin veggin eru Waves of Melancholia hjá Brandi Paturssyni, sum er reint og avskermað landslagsvideo frá Canon 5D mark IV, sum er speglað upp og niður, og so ljóð úr vatni í hálvan fimta minutt, sum koyrir í loop, innast á stóra vegginum aftanfyri í Skálanum. Gott rúm við góðari fyllu á góðum veggi. Stjórin á Listasavninum, Karina Lykke Grand, bjóðaði vælkomin og beyð Kinnu Poulsen at seta framsýningina.  So spældi Herluf Lützen Pat Metheny, Morgun hjá Martin Joensen og egin løg á bláa Les Paul Studio gittaran afturvið serveringini í kaffistovuni, ið eisini er samanbindandi inngongd, har ferðandi fotoframsýningin Weather Diaries sæst. Hon var eisini at síggja í Norðurlandahúsinum Mentanarnáttina í juni i 2015, har myndakvinnurnar, Sarah Cooper úr USA og Nina Gorfer úr Eysturríki, vóru til staðar. Ein estetiskt søkjandi framsýning, sum stóð seg betur í prentaðu kvinnubløðunum og har áleina, heldur enn í einum framsýningarhøli, har eg haldi hon órógvar, um ísenuseting og spotlights ikki makta akkurát hesar rammurnar. Haldi hon órógvaði eitt sindur henda dag, framsýningin. Tá er tað meira ein jarðbundin what-you-see-is-what-you-get karmur um afturvendandi heimligu Várframsýningina, sum øll kunnu senda inn til. Dømingin er ókeypis og nógv hava sent inn, siga fyrireikararnir í innbjóðingini til upplatingardagin. Í navnalistanum, sum tó bara telur 14 fólk, síggi eg hesuferð trý nøvn, sum eg ikki minnist meg hava sæð fyrr í hesum høpi. Tað eru tær báðar áðurnevndu Lydia Hansen, fotografur, Maibritt Marjunardóttir, tekstilsniðgevi, og so rithøvudurin Jóanes Nielsen, sum nú eisini er blivin myndlistamaður. Eg vil goyma og drýggja hann til seinni, tí hann er mín størsta gleði á hesi framsýning, sum hóast avmarkað í heild, nærum flýtir yvir við korresponderandi lutum og litum á ymsu veggunum.  Hini nøvnini á Várframsýningini 2021 eru í bókstavarøð: Alda Mohr Eyðunardóttir, Brandur Patursson, Elin Josefina Smith, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ole Wich, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Rannvá Holm Mortensen, Guðrið Poulsen, Tummas Jákup Thomsen og Vagnur Dam. Heitið á teim trimum myndlistaverkunum hjá arbeiðaraskaldinum Jóanesi Nielsen er Rapport från en skurhink, ið er sama heitið, sum metsølubókin hjá Maju Ekelöf (1918-1989) í 1970, søga, ella myndir, úr eini vaskispann. Ummælarin hjá Aftonbladet vælsignaði longu handritið til bókina um gólvspannina við orðunum “den hittills klaraste och ovedersägligaste bilden av svensk låglönevardag under 60-talet”. Politisk føroysk arbeiðaralist, sum stendur greið og sterk og uttan síðustykki er allarbest á hesi framsýning, tí hon er so smittandi fylt av ovfarakæti og yvirskoti, ið summi menniskju eiga, men eingin banki í allari verðini. Tannbust sum skrubba, proppar sum spannir og ein svenskur elgur, klovin í tvey, settur trúnandi ovast á Sviaríki, so útsiktin er optimal, so sum ferðafólkið sambært myndugleikunum skal uppliva folkhemmet í allari nykterismu, sum láglønarstættin tryggjar reinføri úr suðuri í norð, frá Skåne og Bofors til midnáttarsól. Og so ein uppskorin Stalin-bók. Í hesum minimalistiska Playmo-universi er eitt arbeiðarahjarta, sum dukar í hvørjum kamari. Á einum øðrum pláni er hetta við láglønarviðurskiftum hjá fólki yvirhøvur og tað serliga listarfólki í stættarsamfelagnum altíð spennandi. Mest tí, at í okkara hysterisku forsiktigheitsmentan hevur tað at fara til myndlistaframsýningar síðan romantikkin verið ein reinskúrað og heilag uppliving, sum er leys av pekuniera gerandissamfelagnum, sum vit lata vera uttanfyri, meðan vit turka okkum á gáttini við dyrnar og kanska fara úr skónum. Meiningsdannandi vaccumjournalistar, sum liva við redaktionellum skotti millum avrik og pengar, vilja ikki viðurkenna, at teir liva í einum kommersiellum samfelag, har valuta er einasta fyribrigdi, sum ikki er til diskussión. Enn hava vaccumjournalistar ikki varpað ljós á, hvussu umsetilig føroysk myndlist er. Tað bíði eg spentur eftir. Ikki fyrr enn vit viðurkenna, at eitt listaverk, sum er til sølu - hevur ein prís, sum verður avtalaður millum upphavslistarfólkið, avgjald til galleristin og so einstaka keyparan - koma vit víðari í eini viðurkenning av, at øll listafólk liva í og hava ein sjálvsagdan tilverurætt eins og øll onnur proletariserað fólk í okkara egna samfelag, ið eg ynski at kalla samhaldsfast, hóast bilettir so verða loystar í eyst og í vest til forút defineraðar upplivingar á palli, í rúmi, á lørifti, í bókum, á plátum. Við heitinum Fátækur at vera skapti Elin Josefina Smith mær henda samfelagsliga hugsunartráð millum mappuna og hugsjónina. Turt konstaterandi verkið hjá henni er tusj á pappír, sum er til akvarel, málar 58 x 44 cm og er til sølu fyri 4.400 krónur. Við síðuna av hongur eitt stórt ferðavinnuflagg hjá Vagni Dam, vovið í Frelsunarhers-litum, sum í sniðfundugt proklamerandi eysturevropeiskum ferðavinnuorðalagi fær meg at hugsa um undirheitið á nýggjasta Borat-filminum og hansara lýsing av Kasakstan. Í flaggandi proklamatiónini er hetta stuttligt. Men er hetta gjørt í nærlagdum álvara, so verið eg ræddur og bangin. Í hesum millumrúmið resonerar góð líst. Við síðuna av risastóra litorgastiska vegginum við teim hondgjørdu tusjtekningunum hjá Tummas Jákupi Thomsen, hongur Jón Sonni Jensen við sansaliga ljósareytt hugtakandi meira-enn-hálverotisku verkunum, Small Prototype, sum eru úr skúmi og mylar, hildið fast í gipsi, sum eitt nonsjálant slips slongt um hálsin, ella ein vulger fløtakaka ella bara eitt ljósskelti í oyðuni í Las Vegas, sum komplimenterar litmongdina á hinum endanum á vegginum. Undir heitinum Industrial Bondage heldur framsýningin hjá Jón Sonna fram niðri í Steinprenti á Skálatrøð í morgin. Fert tú oman har, kanst tú í kommunalpolitiskum várljósi telja parkeringsplássini og halda tey upp móti leikhúslistarligum viðurskiftum. So sært tú, hvør er við yvirlutan í skattafíggjaða mentapolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, bilurin ella listin. Sami armóðsdystur heldur nú fram á Eystaruvág.  Nógv fólk var á Várframsýningini í dag. Ein framsýning, sum týðuliga skapar kjak, eins og hon hevur gjørt øll tey undanfarnu árini. Á Várframsýningini uppi í Listaskálanum eru 32 verk, 28 teirra eru til sølu fyri tilsamans 278.200 krónur, eitt er ogn og trý eru til sølu eftir avtalu.  Hansa Hansen ummælir "Joker" Hansa Hansen, sum samskipar blaðið "Fyndin" og lesur politikk og umsiting á Fróðskaparsetrinum, hevur verið í biograf og sæð filmin "Joker" (Todd Phillips 2019), sum hon ummælir niðanfyri: Tá Arthur Fleck bleiv til Joker Í gjárkvøldið píndist mammuhjartað um ein drong, sum ongan kærleika fekk. Søgan um hann bæði styggir og dregur. Tað, at móthetjur vekja andstygd í hyggjarum, er helst ikki so undarligt. Spyrjast kann so, hví júst henda søgan samstundis er so hugtakandi og dragandi. Hvat er tað við hesum illmenninum, sum rakar tað eymasta í mammuhjartanum? Svikin Lítli Arthur varð føddur inn í ein felagskap. Hann hevði foreldur, grannar, starvsfelagar og var partur av eini samfelagsskipan. Helst hevði hann fingið eina serliga styrki í vøggugávu, tí um ta tíðina filmurin byrjar, er hann vaksin og stríðist enn, hóast hann frá fystu døgum sínum hevur verið so dyggiliga svikin av tí felagskapi hann varð føddur inn í. Hann ynskir sær kærleika, hann tráar eftir at vera ein, sum fær onnur at smílast, og hann droymir um tøtt sambond við onnur menniskju. Tá mann onki hevur at missa Arthur kemur til eitt vegamót, tá hann uppdagar, at sambandið við mammu sína er falskt. Hann hevur onki at missa og byrjar at hokna. Hann hoknar, men styrkist samstundis, tí tá hann letur skuggarnar í sínum lyndi sleppa framat, fer Arthur frá at vera ósjónligur, til at vera ein sum øll hyggja at. Frá tí falska til tað sanna Tað, sum spríkir úr Arthuri, tykist ónt í fyrstu atløgu. Men, um tú undrast á njótilsið av at uppliva hesa gongdina frá tí góða til tað ónda, kanst tú royna at hyggja eitt sindur nærri. Kanska kemur tú til somu niðurstøðu sum eg. Niðurstøðuna um, at tilgongdin í størri mun er frá tí falska til tað sanna, og at tað er har, njótilsið liggur. Joker og kærleikin Mammuhjartað kann ikki lata vera við at ernast eitt sindur, tá svikni drongurin reisist á føtur aftur. Hann er nóg sterkur til at vera trúgvur ímóti sær sjálvum. Kærleikan, sum hann ikki fekk frá øðrum, fer hann nú at unna sær sjálvum. Søgurnar um Joker eru tær sum fortelja okkum, hvussu hesin kærleikin kemur til sjóndar. Tað ljóðar kanska undarligt at kalla gerningarnar hjá Joker fyri kærleiksgerningar. Men hav orðini hjá 16 ára gomlu Precious í huga. Í filminum “Precious” (Lee Daniels 2009) segði hon soleiðis um kærleika: “Love ain’t done nothing for me, but beat me, rape me, call me an animal and make me feel worthless.” At skilja eitt illmenni Síðstu løtuna í frálíka filminum er Joker tíðiligur og sannur. Eg sat eftir við spurninginum, um hann er óndur ella ikki. Er tað, sum hann ger, rætt ella skeivt? Eg havi onki svar, men í øllum førum er hann ein brølandi rødd, sum krevur áhoyrarar, og tað í sær sjálvum kann hugsast at vera gott. “Because the line between, wrong and right is the width of a thread, from a spiders web” - Katie Melua.  Hansa Hansen, gestabloggari Fríggjadagsbøn í einum løgnum miðli   Klipp úr Dimmu í dag Vikuskiftisútgávurnar hjá bæði Sosialinum og Dimmalætting hava sum vant persónsøgur á forsíðuni, hin fyrra avísin við eini tíðarrættari samrøðu við tema, sum er uppi í tíðini, meðan Dimma hevur funnið ein mann, sum staðiliga ávarar móti islam. Sum ketta upp úr høvdatrog. Og eg royni at kanna eftir - hví og hvat er hent. Tað sum eftir ein kritiskan gjøgnumlestur ella tveir bjargar ivasomu samrøðuni, og lutvíst kann rættvísgera hana, er hetta brotið, sum er ein diskleymari og verja hjá øllum at siga tað allar býttasta, og so aftaná at kunna siga tað allíkavæl, tí her hevur hin kristni vaska sær hendur og frásagt sær alla ábyrgd, eisini at vera býttur og óvitandi:  ”Tað góða við tí fría og frælsa orðaskiftinum er, at allir tankar og allar meiningar hava javnbjóðis møguleika. Tað er bara við at fáa allar meiningar fram á torg, at sjónarmið og argument verða brýnd og hvest. Og tað er ein fyrimunur, tí bara á tann hátt verður býttleiki og óvitan avdúkað og fellur. Tað er bara tað besta argumentið, sum stendur eftir.” Men her stendur altso bara ein vitnisburður hjá einum uppstandilsistrúgvandi kristnum, og eingin annar persónur ella framsøgn, ikki so mikið sum umsókn at byggja eina mosku er í eygsjón - tí hvør skuldi gingið har - hóast staðiliga verður ávara ímóti henni. Tað er sum verið eg, sum lesari, leiddur eftir eini sniðgøtu í einum avnoktaðum paralellsamfelag, ið er víð sítt fríska loynilív, beint her, sum journalisturin og samrøðuobjektið sita og práta, og eisini í sama veruleika, eg siti og lesi og deili mínar tankar við tey, sum eru í stovuni.  Tað er ikki islam, men hin støðugt tiltakandi kristna fundamentalisman, sum allastaðni í gerandisdegnum vísur bæði tenn og hógvar og er ein veritabul hóttan móti vanligum fólki og teirra rættindum sum borgarar í hesum landi. Tí fái eg ein ófrættakendan atsmakk, ein farra av nøkrum, sum ikki ætlaðist at leggja seg upp at nýggjheitssamrøðuni um islamsku hóttanina í Føroyum, sambært hesum aktualitetsblaði í dag, og tí verður hann bæði herskin og treystur, smakkurin av dannaðu samrøðuni, tí hvørki moskur, imamar ella aðrar hóttanir, ið kunnu hugsast at liggja islam til last, eru í føroyska veruleikanum, soleiðis sum eg síggi hann, ella kann lesast um í tí kompletta setti av framúr kristnibókum, sum nýliga eru gjørdar til allan hin føroyska fólkaskúlan frá niðast til ovast.  Men kanska er henda brandaktuella forsíða og samrøða hin fyrsta í eini djúptdrúgvari framhaldsrøð, har vit journalistiskt avdúka átrúnaðarligar hóttanir í okkara landi.  Meðan eg smakki uppá hesa redaktionellu problematisering, sum Dimma hevur borðreitt - imamar hjá islam, sum á hvørjum hornið kalla til fríggjadagsbøn - so verður tað tað reina uppstandilsi í stovuni, tá eg lesi endan á samrøðuni: ”Sannleikin er sannleikin, og hann finst. Hjá N.N. er eingin ivi. Hann trýr upp á tann kristna sannleikan, sum stendur og fellur við læruni um krossdeyða og uppreisn Jesu.”  ”Eg havi einki ímóti muslimum og havi sympati fyri teimum, sum liva undir og eru offur fyri islamiska átrúnaðinum,” sigur samrøðupersónurin.  Onkursvegna kemur tað mær fyri, sum um hesin fríggjadagurin opinberaði fyrst og fremst eitt journalistiskt offur undir umhvarvinum av eini fjarari hugmynd av islamiskum átrúnaði onkustaðni úti í sendistovuheimi. Livst, spyr so Móses. Menniskjaflokkurin Menniskjaflokkurin, soleiðis varð Føroya fremsti politiski flokkur nevndur í einum útvarpsleiki fyri mongum árum síðan, so langt síðan, at John Lennon enn ikki var myrdur. Síðan eg hoyrdi, at hesin leiðandi flokkur í føroyskum politikki, sum fyrst hevur stolið okkara pensiónir, síðan ætlar at privatisera Bústaðir og at flyta fátøk í Havn til Kalsoynna, og sum tað nýggjasta fer at hækka okkara gjald til Heilsutrygd og dýrka medisinið til sjúk og avlamin og at skerja gjaldið til tey í tillagaðum starvi, fari eg at bestemma meg til, at kalla hann soleiðis. Menniskjaflokkin. Einki annað enn Menniskjaflokkin. Í hesum vali liggur eisini ein gamaltestamentlig projisering, sum er tikin úr eini føroyskari skaldsøgu, Bommhjarta eftir Jóanes Nielsen, um at biðja ilt yvir tey, ið av maktgirnd gera sær dalt av øðrum. Henda projiseringi ákallar samstundis allar Bølbiðjarar heimsins, sum eru ein tvørkirkjulig samskipan av øllum, ið taka seg saman at biðja ilt yvir tey, ið eru øðrum til ólukku, bara fyri at ríka seg sjálvan. Menniskjaflokkurin skal verða navnið og hvørja ferð eitt umboð fyri Menniskjaflokkin kemur á mína leið, skal eg í bøn kalla allar bølbiðjarar at banna hennara ella hansara leið, umboð Menniskjafloksins. Fyrsta dagin verður skipað fyri landsmøti fyri bølbiðjarum á Tinghúsvøllinum. Tá verður biðið fyri Menniskjaflokkinum. Feskari verður tað neyvan Feskari enn livandi hummari verður tað neyvan í køkinum hjá Kára Kristiansen á loftinum í Barabara Fish House fríggjakvøldið. Hann er úr Kollafirði, er júst komin úr pápafarloyvi á øðrum sinni, og matgerð sjálvur triði í lítla køkinum, nú gastronomiski kalendarin sigur Fruites De La Mer, tað er Havsins fruktir. Kári er ein av átjan kokkum, sum eru í starvi hjá Gist & Vist. Eins nógvir, átjan, eru eisini kokkalærlingar í samtakinum. Í staðin fyri à la carte, tað er at hava eina fasta matskrá, hava kokkarnir á Barbaru til hetta fríggjakvøld sett saman eina serliga skrá við einum úrvali av tí mest forvitnisliga úr føroyskum firðum, igulker, jomfrúhummara, jákupsskel og øðrum skeljafiski. - Øll rávøran er føroysk, sigur Sofía í Garði, sum er av Strondum. Afturvið er vínskrá við Cava úr Penedès í Katalonia, Albariño úr Galisia, Alvarinho úr Melgaço í Portugal og Loureiro úr Ponte Lima í Portugal umframt dessert Cava úr Katalonia, kaffi og brandy omaná, sum John Mikkelsen hevur sett saman til perfektión og gevur sær stundir at greiða frá um. Fyrsti av seks rættum er roykt øða, borðreidd køld sum gazpacho av iberisku hálvoynni. Svalliga portugisiska hvítvínið, sum er gjørt eftir sjampanjumetoduni heilt har norðuri í landinum, kallar fram og stuðlar upp undir ein langan eftirsmakk, sum bakgrundstónleikurin við sambarútmum, práti og glinti frá borðunum longur inni í matstovuni ikki gera verri. Hurðin gongur, tað regnar úti, men rúm er ikki fyri fleiri gestum, heldur ikki stórreiðarum, hóast nakrir ferðamenn rýma, tá tað gongur upp fyri teimum, at teir ikki fáa à la carte, men eru bundnir av føroyskum sjógæti, havsins heimligu fruktum. Teir fara í grannahúsini, har fólk úr Peru, sum búgva og arbeiða í Føroyum, halda sær at gamni. Annað glasið er frá sama norðurportugisiska vínhúsi, feitt og smakkfult undir gómanum, og perfekt afturvið smakkfulla igulkerinum, sum er fíntmalið og lagt omaná evarska tunnar dálar av hvítarót og radisu, við einum dismi av lime, sum tú sjálvur skvisar omanyvir. Smakkurin fer móti ostru, sum er fremsta ímyndin av víðvillum havi, føroyskt igulker. Fyrr í vikuni tók Beinta á Torkilsheyggi, sum er av Toftum, hesa myndina av nýtiknu igulkerunum á sama borði. So verður vínið mildari. Nú skal tað parast við jákupsskel, sum á øðrum spjótinum er rá, og á hinum er varisliga grillað. Afturvið eru smá epli og dipp, sum er fantastiska smakksterkt og hóskiligt til borðiskin, sum eg haldi vera hin besta, so nógv besta. Útgerðin til júst at grilla, er nýggjasta útgerð, sum er komin í avmálda køkin á loftinum í Barbara Fish House, sigur Kári Kristiansen og letur meg sleppa at fylgja honum, meðan hann matgerð. Eftir jákupskel kemur fyrst krabbi, steinkrabbi, við várleyki og eggjareyða, og síðan høvuðsrætturin, sum er jomfrúhummari, á borðini niðri undir.    Omaná er sjerribudingur við melón. Til endans bjóðar John eitt svalligt glas við porto tonic. Ein stuttlig máltíð úr gastronomiska kalendaranum við havsins heimligu fruktum heima í Havn, har jákupskelin og tilhoyrandi sósin at dyppa í eftir mínum tykki var hin besti borðiskurin. Næsta tiltak á gastronomiska kalendaranum er heystkvøld í Áarstovu fríggjakvøldið hin 25. oktober, tá heystið verður fagnað við alskyns feskum frá slaktinum. Umframt at sita til borðs við góðum fólki, er tað hugvekjandi at sleppa at fylgja kokkinum, sum er ein sannur listamaður, og at fáa innlit í rávørurnar á avmálda plássinum. Manga takk! Húsagarður Fyri trimum árum síðan varnaðist eg meistarliga kokkin Janus Einar Sørensen umborð á Norrønu í matstovuni Simmer Dim og skrivaði ein blogg um hann. Í kvøld møtti eg honum aftur. Tað var á Hotel Brandan, sum fríggjakvøldið hevði boðið fólki á gastronomiskan tíðindafund at smakka nakað av tí, sum frá mánadegnum verður at fáa í matstovuni, sum er akkurát har sum Húsagarður var, og tí hevur fingið navnið - ja, gita einaferð, Húsagarður.  Fantastiskt at hava undangongufólk, sum kreativt brúka tað staðbundna bæði í navnagávu og í matgerð. Tað staðbundna.  Mánadagin letur matstovan, har Janus Einar er bæði kjarni og hjarni, upp. Hann er eisini reyði tráðurin, sum hann lítillátin sigur, kanska ein reyður tráður, niðri hjá Katrinu og í Simmer Dim umborð á Norrønu. Tí eru fleiri av tænastufólkunum her og ganga okkum til handa. Væluppløgd í bláum denim klæðum.  Hølini eru kompakt, hugnalig og litrík, og afturvið er groovy tónleikur, sum Knút Háberg Eysturstein hevur sett saman í ein playlista, so passandi, at onkra løtu er rúmið undir ljóðdoyvandi Trolltec plátunum soleiðis, at tú kennir teg, sum vart tú umborð á Norrønu í blikalogn, so kompakt er rúmið. Og til ber at tosa við borðið uttan at tað rungar yvir til grannaborðið, og sama er galdani hinvegin. Eitt gott rúm. Seinastu árini hevur John Mikkelsen definerað ikki bara tænastustøðið, men eisini tænastuviljan í matstovunum heima í Havn. Nú kappingin á matstovuøkinum harðnar í øllum býnum, er enn ein nýggj kundafatan løgd á blik. Greiðari enn nakrantíð tekur nýskapandi fatanin støðið í kundanum sjálvum og hvussu hann ella hon sær fyri sær tænastuna, ið verður boðin út, ikki minst nú jólini eru í hondum. Eitt er tey doyvandi fyrivarni, sum koronasmittan hevur lagt á alt virksemi í landinum, annað er at spyrja kundan, ið hevur bílagt borð, um nøkur fyrivarni eru at taka, so sum ovurviðkvæmi og annað. Ikki sum eitt automatsvar, men í persónligum boðum, í hesum føri frá Svein í Heiðunum, júst til tín. Tá verður tú heitur um hjartað og kennir teg vælkomnan longu innan Húsagarður dagast og borðreiðingin niðri í fjálgu Gundadalskulluni byrjar.  Svein hevur boðið fólki úr ferðavinnuni, viðskiftafólki, fjølmiðlum og matelskarum, sum hann sigur, til henda gastronomiska tíðindafund fríggjakvøldið undan mánadegnum, tá latið verður upp. Hann førir okkum niður í Gilið, sum er svalligi vínkjallarin.  Har tekur hotell leiðarin, Rógvi Mikkelsen, í móti okkum og greiðir frá um víngoymsluna og prinsippini fyri at velja og para vín, og altíð at hava kompleksa smakksansin í gongd við nýggjum avbjóðingum. So er fyrsti av fimm rættum komin á borðið. Hummari, sum er tikin sama dag, er lagdur í eitt bleytt hot dog breyð, sum er stroytt við søtum tomatchutney og hvítleyki. Hetta er so absurd vælsmakkandi, at eg síggi pop art mannin Andy Warhol fyri mær, júst tá hann át ein amerikanskan burgara og Jørgen Leth filmaði. Hetta er matgerð á veg í Listasavnið. So kemur rátt kjøt frá gamla floksfelagnum, Poul Müller, oksatatarur við soppakremi, royktari mayonesu og dehydreraðari tomat omaná her uppi í milda Meksiko. Og við einum glasi av matchandi mildum Bourgogne víni verður hesin annar forrætturin lyftur upp í so sferisk loftløg, at hetta kann ikki gerast betur. Rannvá Beder serverar. Innan havtaskan kemur á borðið sum triði forrættur, tosa vit um nýggja heimliga kundagrundarlagið, nú einki ferðafólk er í landinum. Ein innlendsk frammgongd sæst skilliga á gastronomiska økinum, eru vit samd um, dagin fyri Jákup Sverri, nýggja havrannsóknarskipið, verður tikið í brúk - um partapolitisk semja er um tað - og síggja fyri okkum at í mars fara vit at royna at sleppa ein túr við út á Bankan og senda live haðani til allan heimin at greiða frá um bankatoskin. Vit uppliva eitt totalt dimensiónsskiftið eru vit samd um við borðið. Svein, sum er við í prátinum, heldur fyri, at Havnin er so mikið broytingarklár, at nú burdi ein gourmetskúli latið upp í býnum. Eg kann ikki annað enn nikka játtandi. Nú er triði forrættur komin á borðið. Havtaska við perlandi feitari chardonnay í glasinum, við halloween græskari og kræklingasós, sum er rørd við borðið. Helst hava vit tosað ov leingi, tí havtaskusporlið er eitt vet turrari enn eg kundi hugsað mær. Einasta hakk í gastronomisku upplivingina, og so hevði eg sjálvur skuldina. So kemur høvuðsrætturin, grillroykt lamb við grønkáli og epli av Sandi, sum er lagt í hosubondini hjá Dímunarbóndanum, sum Janus Einar sigur, meðan hann rør í sósini, sum er røst. Ja, røst, rørd beint við borðið og lystiliga stroydd á høvusborðiskin. Hosubondini, sum liggja um smáu eplini og grøna kálið, er ein tunn ál av hvítamai rót. Hesin kokkur er ganda-fenomenalt-fantastiskur. Og tænararnir, sum stuðla uppundir, gera heildarupplivingin enn betri. Henda matuppliving telist millum tær bestu, ever. Period. Omaná kemur fyrst eitt glas av smakkfullum Pineau, sum í eintýðugt jaligari merking tekur at vaksa í munninum, undir gómanum og á tunguni, har eftirsmakkurin er langur og uppbyggiliga góður, millum svisku, fersku og blommu. Perfektur ráki, sum úr glasinum svingar millum ein anga og annan smakk, undan siropi, sum nú er niðurkókaður úr Brandan øli, og fevnir um norskan mysuost, heslinøtur og marengs á borðiskinum. Framúr endi á royndarmáltíðini, sum pressan fekk høvið at smakka innan latið verður upp mánadagin. Húsagarður er navnið, sum er komið aftur til heiður og æru uppi í Meksiko. Hestur um heystið Ætlaði at taka myndir við trimum ymsum tólum, fyrst og fremst simplu telefonini, sum eg altíð havi í lummanum. Men hvat gert tú, tá hestur hevur tikið yvir fría heystsýnið, sum tú ætlaði at avmynda? Sjálvur sæst tú sum skuggi niðast til høgru á parkeringsplássinum við Akkersvík, ytst á Hvítanesi, har útsýnið er móti Kaldbaksnesi um Tangafjørð og inn í Eysturoynna. Men gakk. Við rossum fylgja hegn og elektrisk ávaringartól, onnur enn tey, sum eru inn í húsinum og eftir botninum knýta okkum til umheimin. Og so nýtendraðar hestaperur við íbygdum anga og niðurtraðkaður bøur, sum ikki er til at ganga í uttan tú smokkar, vágar tú tær at opna portrið. Men eisini í sovorðnum óvæntaðum støðum ber til at taka eitt annað kamera enn fartelefonina og sooma gjøgnum hegnið, og fáa syngjandi heystið í bæði eygað og oyrað. Heilt nágreiniliga í oyrað og eygað á hestinum. So eru stundir at pakka saman og taka eina seinastu mynd við fartelefonini við Akkersvík. Hon maktar ikki hatta sum speglreflekskamera duga. Taðveitdenn. Men í eini handavend er hon góð, fartelefonin. Jens Kjeld-Jensen fær umhvørvisvirðislønina Í kvøld fekk Jens Kjeld-Jensen stóru norðurlendsku umhvørvisvirðislønina. Myndina omanfyri tók eg í 2012, tá hann fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik. Tá segði dómsnevndin soleiðis um virðislønarmóttakaran: Jens-Kjeld Jensen hevur, síðani hann kom til Føroya í 1970, granskað føroysku náttúruna sum fáur. Hann tók við virkseminum hjá Niels á Botni sum fuglakennari og útstappari, og úr Nólsoy hevur hann við árunum eggjað fólki um alt landið til at halda eyga við fuglum. Ivasamt er, um nakar áhugaverdur fuglur er í føroyskum loftrúmi, uttan at Jens-Kjeld veit av tí. Náttúrualskurin er so stórur, at hann rúmast ikki í fuglum. Alt djóra- og plantulív hevur hansara áhuga. Umframt granskingina er Jens-Kjeld millum fremstu miðlarar av náttúruvitan í landinum. Tá ið ampi kemur á fólk um okkurt nýliga innflutt kykt ella plantu, er Jens-Kjeld beinanvegin til reiðar við frágreiðingum av alskyns slag. Jens-Kjeld hevur í væl meir enn ein mansaldur mint okkum á at fara væl um náttúruna. Hann kemur javnan við ávaringum, tá ið okkurt djóra- ella plantuslag ella náttúran í síni heild er hótt. Tá Jens Kjeld-Jensen í kvøld fekk stóru norðurlendsku umhvørvisvirðislønina, segði dómsnevndin soleiðis. Abiy Ahmed fær friðarvirðisløn Nobels Myndin av Abiy Ahmed er frá AP/Francisco Seco Forsætisráðharrin í Etiopia, Abiy Ahmed, fær friðarvirðisløn Nobels í ár. Tað kunngjørdi norska Nobelnevndin á tíðindafundi í Oslo í dag. Hann fær virðslønina, sum er 9 milliónir svenskar krónur, fyri at hava medvirka til at fáa frið í lag við grannalandið Eritrea. Virðislønin er helst heimsins kendasta, tí hon er hin mest umrødda og mest virda. Abiy Ahmed, sum er 43 ára gamal, er yngsti ríkisleiðari í Afrika. Hann hevur verið forsætisráðharri í Etiopia síðan í fjør. Higartil hava 106 fólk og 24 felagsskapir fingið virðislønina. 32 ferðir hava tvey ella fleiri fingið somu virðisløn. 12 kvinnur hava fingið friðarvirðislønina, teirra millum er yngsti persónur, Malala Yousafzai, sum var 17 ára gomul tá hon fekk virðislønina í 2014. Elsti persónur at fáa Friðarvirðislønina er Józef Rotblat, sum var 87 ár tá hann fekk hana í 1995. Tað er hin norska Nobelnevndin, ið hevur Friðarvirðislønina um hendi á Nobelstovninum í Oslo, har Stórtingið hevur valt teir fimm limirnar. Í dag hevur verið sagt í miðlunum, at ónøgd er um, at nakar leiðandi persónur í Etiopia longu skal fáa virðisløn fyri at hava fingið frið í lag við grannalandið Eritrea. Mótmælt varð eisini undan avgerðini, um so varð, at svenska skúlagentan Greta Thunberg fór at fáa virðislønina. Í eini roynd at ávirka óheftu Nobelnevndina, til ikki at geva svensku skúlagentuni 9 milliónir, sendi  Carl I. Hagen, ein teldupost til allar Stórtingslimirnar í Noregi. Brævsendarin er formaður í Fremskrittspartiet, ið lýsir seg við hesum orðum. Kristna lívssýnið hevði millum annað hesi orð við á ferðini: Í fjør fingu tey bæði, læknin Denis Mukwege úr Kongo-Kinshasa, og fyrrverandi IS-fangin, yazidiska Nadia Murad úr Irak, Friðarvirðisløn Nobels fyri teirra átøk at byrgja fyri, at kynsligur harðskapur nakrantíð skuldi kunna verða brúktur sum vápn í øllum sløgum av kríggi. Virðislønin hevur verið handa síðan 1901. 19 ferðir er eingin virðisløn, tað var millum annað í krígsárunum 1939-1943. Fyrsta upphædd, sum fylgdi við virðislønini í 1901, var 150.782 svenskar krónur. Í 2017 varð upphæddin 9 milliónir svenskar krónur fyri hvørja Nobelvirðisløn. Virðislønarhandanin verður á Ráðhúsinum í Oslo hin 10. desember. Ása bjóðar skúlalærarum av At bjóða ullartilfeinginum av, tað er eitt gylt høvi hjá íverksetarum, ið leita eftir góðum hugskotum, sigur fyrrverandi læraraskúlalærarin, Ása Hátún. Tí møguleikarnir eru nógvir, og man ikki eftirspurningurin fara at vísa seg, sigur hon annan vegin retoriskt spyrjandi, og hinvegin miðvíst spinnandi heima í stovuni á Heiðavegi 18 uppi undir Varða í Havn.  Hon er 88, og aldri áður havi eg hildið aldur verið týdningarleysari enn tað sama. Her eru tíggju kvinnur úr fólkaskúlanum á skeið hjá henni, Sonju Schneider og Karinu Toftegaard, at handfara ull til ymisk endamál, telefonlumma at hava um hálsin, ið eisini kann fáa ein heilt persónligan lit, lummin, ið eisini kann verða til chic tasku ella tjekkaðan pung. Endamálið er at geva lærarum íblástur og kunning um ull, serliga føroyska ull, og tøving, sigur Karina, ritstjóri á Námi, sum bjóðar skeiðið, og fyrsta dagin fer at geva út eina stóra bók hjá Ásu um ull.  Skeiðið tekur støðið í júst hesi bókini, Søgur um ull, og vit fara allar at arbeiða saman um ull og tøving, soleiðis at vit læra av hvørjum øðrum og fáa íblástur, siga tær báðar Karina og Sonja, sum hevur lagt bókina til rættis og er lærari á skeiðnum saman við Ásu. Tað krevjast eingir serligir førleikar uttan forvitni um, hvussu ull kann brúkast í undirvísing, og so ein rímuligur hugur til at eksperimentera, siga tær báðar í kjallaranum hjá Ásu, sum fyrr vara tónleikarúm hjá Ólavi Hátún, sála. Nú eru kvinnurnar slopnar til. Seyðurin hevur nógva og góða ull, og føroyingar hava gjøgnum øldir gagnnýtt hvørt ullarstrá. Kunnleikin um ullina hevur livað frá ættarliði til ættarlið, sum lívið sjálvt. Vit eiga enn hetta ullartilfeingið.  Men vit brúka tað ikki nóg væl, hóast bæði møguleikarnir og dygdirnar eru nógvar. Hetta er tað, komandi bókin skal snúgva seg um. At vísa grundleggjandi arbeiðshættir til fjølbroytt virksemi við ull, sum eisini hóskar til nútíðarsamfelagið. Handverkmentan er altjóða mentan, sum bjóðar til samskifti nær og fjar. Nú á døgum vita vit meira um, hvussu aðrar mentanir handfara sína ull, og vit kunna læra almikið. Ullarmentan tvørtur um Asia heilt vestur til Japan hevur eina ríka, elligamla søgu. Og tøvd ull var lívsgrundarlagið hjá nomadufólkunum tvørtur um Asia. ”At loysa úr lagdi“ er tikið við í komandi bókina sum eitt slag av ullar-abc: vask, napping, karðing og spinning. Skinnullin er serliga spennandi, og tí er roting av skinnum tikin við í bókina, um onkur vil royna tað.  Allir lutirnir í bókini eru úr føroyskari ull. Ása hevur verið hjá bóndanum og fingið ullina, loyst hana úr lagdi og blandað eftir tørvi.  Handverkið at tøva ull er vorðið vælumtókt, og nógvar bøkur eru um evnið á norrønum, enskum og øðrum málum. Bókin verður ein nýggj roynd við føroysku ullini. Ullarsløgini, sum fáa mest pláss í bókmentum, eru merino ull úr Australia og Spania og finull úr Finnlandi. Tey hava ongan brodd og eru sera mjúk og tøvast væl og skjótt. Føroyska ullin er ongantíð komin upp í part, men hon hevur sínar serligu dygdir. Ása hevur gjørt samanberingar, og hon heldur, at tann føroyska ullin stendur seg væl. Kenda amerikanska ullarlistakvinnan, Jorie Johnson, sum hevur sítt arbeiðsstað í Kyoto í Japan, vitjaði í Føroyum í 2008 og hevði skeið í Bø, har tøvt varð úr føroyskari ull. Hon segði: „Tit hava eina heilt serstaka ull, sum er spennandi hjá tøvarum. Serliga er tað samansetingin av tí mjúku rótini og tí síða broddinum, sum gevur eitt hugtakandi spæl í tøvdum verkum." Eg ivist ikki í, at tøvarar í allari verðini høvdu viljað arbeitt við henni. - Men fyrst mugu tey vita, at hon er til! Ynski hjá okkum, sum fáast við ull, er, at rein, karðað, føroysk ull, natúrlitt og litað, fer at verða sjónlig sum søluvøra, sigur Ása Hátún. Komandi bókin, Søgur um ull, tvinnar søguna um føroysku ullamentanina saman við altjóða ullamentan. Hon leggur lag á, og vísir á nýggjar møguleikar. Sjálv heldur Ása, at tøvd ull er tilfar, sum ber av øllum. Tað letur seg forma og kann klippast uttan at trefsa. Tað kann tøvast tjúkt og vatnfast og tunt sum lokkanet. Sonja Schneider hevur lagt til rættis, og maður hennara, Olav Schneider, hevur tikið myndirnar í bókini. Karina Toftegaard er ritstjóri í Námi, sum er forlagið, ið gevur bókina út. Fotomodellir í komandi bókini eru Ása Hátún, Lív Dam, Dina Splidt, Sonja Schneider, Olav Schneider og Katrin á Neystabø. Sama dag skipa Tóra Joensen og Katrin Gullbein fyri skeiði í handaverk og list við 21 lærarum í skeiðshølunum og í gongini í Námi. Dentur verður lagdur á at nýta ymist tilfar og virka tað til ymiskar lutir. Endamálið er at styrkja myndlistaundirvísingina í fólkaskúlanum, so sum eftirlýst hevur verið eitt nú í grein hjá Námi í Skúlablaðnum í august í ár. Aktivtetirnir á skeiðnum í dag eru bygdir á at menna hugflogið hjá næmingunum og at stimbra sansirnar. Tóra hevur verið ráðgevi í Námi í handaverki og list. Í hennara stað er nú komin Henny G. Dánialsdóttir. Niðanfyri seti eg nakrar myndir frá kreativa skeiðinum í Námi í dag. Púra normal uppdrift Eftir hugnaliga móttøku við sushi og prosecco, varð triðja Minnilutafilmstevnan FIMFF19 sett í Norðurlandahúsinum við filminum Buoyancy , Uppdrift, í kvøld. Inniliga góðu setanarrøðuna hevði Nadia Abraham, sum er festivalstjóri. Ole Wich tók myndirnar av Nadiu í Høllini. Fitt av fólki var í Høllini, og umframt at harta nýsetta mentamálaráðharran fyri at kasta fyrireikarunum fyri at vera ónormal og at vísa ónormalan film, nýtti Nadia høvið at takka hjálparfólkunum fyri avrikið, Dan Helgi í Gong, Siri Sørensen og Bard Ydén. Í dómsnevndini, sum longu sunnukvøldið skulu finna vinnarafilmarnar, eru Jón Hammer, Isold Uggadóttir og Silje Poulsen Viki. Á triðja árið er lukkast Nadiu at skapa eitt egið forum, sum er óhátíðarligt, stuttligt og savnast um film og tættir í filmsgerð. Fyrr um dagin hevði íslendska Isold havt skeið í at skriva til film. Hon hevur gjørt meistarliga filmin And Breath Normally , sum verður vístur á stevnuni og eisini sæst á Netflix. Setanarfilmurin er aktuella avstralska boðið uppá Oscarvirðislønina í altjóða kappingini, Buoyancy , Uppdrift. Filmurin, sum er hin fyrsti hjá leikstjóranum Rodd Rathjen, fekk virðisløn í Berlin í februar í ár, har hann fyrstu ferð varð sýndur fyri altjóða áskoðaraskara. Síðan hevur Nadia fingið í lag fyrstu norðurlendsku sýning, sum var í Norðurlandahúsinum í kvøld. Filmaða søgan, sum er tikin í landi í Kambodja og umborð á einum ivasamum fiskibáti haðani, fær meg alla tíðina at hugsa um føroyska garnabátin Anitu. Síðumennir, Ole og Heðin, eru ikki ósamdir. Filmaða søgan, sum fyri mesta partin er umborð, er beint fram og sterk, uttan spektakulerar effektir. Vit síggja opnu lúkuna í dekkinum, sum manningin skal fylla eina ódefineraða smáfiskaveiðu niður í eftir at gørnini eru tømd. Umaftur og umaftur. Ein náðileys søga um absolutta botnin í kapitalistiska samfelagnum. Avtakarin er eitt virki, ið ger hundamat. Høvuðspersónur er fjúrtan ára gamli Chakra úr Kambodja, sum er av fátækum khmerfólki og tí er sendur at vinna barnaríka skaranum nøkur oyru, tí rísvelturnar geva mest sum einki. Sambandið við pápan er trupult, so tá hann frættir um eitt verksmiðjustarv, ger hann av at fara. Men lúsa hólkarnir, sum eru millummenn, fáa ikki nóg mikið av pengum at senda Chakra hagar. Tí endar hann umborð á danguni, har hann í ein mánað skal arbeiða skuldna av sær og einki vinna. Nú spennist ungi drongurin sum ein fjøður og vit bíða bara til tað brestur. Tailendski óndskapurin er ógiligur. Tað syrgir skiparin, ið einaferð var sum Chakra, fyri. Klárar hann at bróta seg úr óndu ringrásini? Í endanum verða vit mint á umfatandi trældómin umborð á skipi í Landsynningsasia. Ein sterkur filmur við einum greiðum boðskapi. Er nakað ónormalt í hesum filmi er tað ómenniskjansliga samfelagið, ið setur einki annað enn pening í miðdepilin. Normalur filmur, sum fyri normalum fólki lýsir eina ónormala arbeiðsstøðu, ið er einki annað enn nútíðar trælahald. Takk fyri at tit, hóast óskiljandi mótstøðu frá mentamálaráðharranum um ónormalitet, alíkavæl settu henda filmin á skrá. Flott! Heimurin í okkara eygum Um dagarnar rendi eg meg í eitt tíggju ára minni, sum nú aftur fer at verða aktuelt. Hóast høvið bara er ein bók, er evnið í botn og grund so størt sum at definera seg sum tjóð, millum geografi og mentan, tá eitt atlas skal dagførast á móðurmálinum.  Í hesum føri var tað Umhvørvisstovan, sum fyri tíggju árum síðan var vertur fyri Nordisk Kortchefmøde í Havn í 2010.  Tá sjáldsama stóri norðurlendski fakfundurin varð settur í Umhvørvisstovuni hin 29. august hetta árið, bað deildarleiðarin fyri land- og sjókort, Stein Fossá, meg seta stevnuna. Nú eg rendi meg aftur í tíggju ára gamla tekstin, fari eg at seta hann á bloggin, so hann eisini kann lesast. Her er umbidna talan fyri tíggju árum síðan. Tveir glaðir høvundar, ein vælupplagdur og til høvið framúr giraður intervjúvari og besti føroyski tekstahøvundur á plátu, grammofonplátu, við betri rødd enn eg havi hoyrt hann hava havt í fleiri ár - og so útgevarin, Sprotin, ið er samheiti við Jonhard Mikkelsen úr Vestmanna, sum er umboðaður av Sjúrði Ravnsfjall, ið sigur vælkomin og leiðir okkum gjøgnum kvøldið, ella wilkommen, fyri at krøkja í leikin Cabaret , sum nú verður settur upp á heimapalli á Glasi. Tað grør um gangandi fót í Føroyum. Tað er alt í sjálvum sær dømi um, hvar eg so hyggi, sloti ella raki við eitt upplivilsi, sum kanska var púra óvæntað. Privata engasjemangið er so ovarlaga og frammalaga á øllum pallum, at eg sakni slettis ikki tær almennu Mentaføroyar, hvørjar tær so eru, tí hetta er metta fyri allar munnar, nú mentanin munnaði sær á við orðum og tónum í Reinsarínum. Og fult hús er. Ikki fúlt, sum lýsingadeildin hjá Sprotanum lokkar og Jóanes aftur argar við. Í øllum eyðmjúkleika er hetta beint framman á, líka til og djúpt poetiskt. Móðurmálið hevur aldri staðið sterkari og verið umsetiligari, hvørt tað er borðreitt í bók ella á øðrum borðiski. Tað er umsetiligheit í føroyskum. - Martin varð okkara nútíðar Hans Andrias. Hann var og er tann stilli heimspekingurin, sum sigur tað, vit øll skilja, beint og neyvt við einum sjaldsama beinraknum og nýskapandi orðavali. Orðlistaverkini, ið flestu okkara duga uttanat, leggur hann inn í løg, sum brenna seg inn í hjørtuni og gerast fólkaogn, sigur Sprotin. Sprotin byggir á árstølini 1976, tá Martin Joensen fekk sín fyrsta sang út, 1977 tá Carl Johan Jensen fekk sínar fyrstu yrkingar út og 1978, tá Jóanes Nielsen fekk sínar fyrstu yrkingar út. Í øvutari ræðfylgju: hin fúli, hin fróði og hin fólkakæri. Nú eru teir 62 og 66 ára gamlir og hava lagt sínar sjónsku slóðir eftir seg í føroyskari mentan og hava ótroyttiliga skapt okkum nýggj verk í 40 ár. Tey eru ófør at smíða fangandi orð, catchy phrases, tey á Sprotanum, sum nú eisini kunnu bjóða okkum Jóanes Nielsen. Eg hefti meg við, at Carli, sum er í reyðum buksum, ið fyrr vóru vørumerki hjá Jóanesi, ikki tekur sær tikni av, at hann varð avlívaður í seinastu søgu hjá Jóanesi, tá Mentaføroyar møttust innast í botninum á Skálafjørðinum, at hoyra hina føroysku Sumbaversjónina av Den Fattige Gud hjá norska Edvardi Hoem. Og smellir deyður í gólvið við froyði um munnin. Teir skifta um sess, Jóanes og Carli. Fyrst situr Jóanes undir reyðu permuni hjá Carli, og nú situr Carli undir bókapermuni hjá Jóanesi, sum Hannis Egholm hevur teknað og eg ikki eri heilt foreintur við, tekningina, men hefti meg við at hon ber yvirskriftina Jarðarferðin , bókin hjá Jóanesi, yvir skallanum á Carli hetta frálíka kvøld í Reinsarínum, meðan Bergur Djurhuus Hansen lættliga førir okkum gjøgnum ein brotpart av ovasta jaðrinum í nýggju bókunum og inn í skaldskaparumhvørvið hjá báðum høvundunum. Heimavandin. Tað er gull vert og er sjálvt kittið, sum fekk kvøldið at hanga saman, bara toppað av upplestrinum hjá Carli um at verða faðirloysingur og føddur undir krígnum, tá vit mundu fingið loysing. Faðirloysingar. Tá klappaðu fólk spontant, so gott var tað. Sprotin skrivar undan bókaframløguni, at Jóanes fór longu sum heilt ungur út um nógv stik, sum stóðu um tað, ið ikki kundi vera skrivað á føroyskum. Tað fúla var stikað inni. Men í Jóanesar tekstum fóru fólk at fáa sær eitt lítið, og fisan slapp í øllum sínum veldi inn í bókmentirnar. Jóanes flutti stikið og rúmkaði okkum ræsurnar. - Carli varð hin háfloygdi, sum lyfti bókmentirnar upp í nýggjar hæddir. Hansara listarliga hegni, sum gevur málinum hetta serliga flogið, ger, at tekstirnir ikki eru øllum so lættir at sodna. Carli er eyðsýniliga sín egin í stíli, orðavali, evnisvali – og hann er eirindaleysur. Carli lyfti okkum upp úr gerandisligu svasssuppuni og rúmkaði okkum málsligu ræsurnar, sigur Sprotin. Undan bókaframløguni í Reinsarínum í Havn, sigur forlagið Sprotin, at  Jarðarferðin er nýggja skaldsøgan hjá Jóanesi Nielsen og hin fyrsta bókin frá honum á forlagnum. Tað er, meðan Symfor hongur á bakinum á vinmanninum, at hann teskar, at hetta helst er endin. Eigil svarar, at tað fer at vera betri, tá ið teir koma til Sumbiars. - Fylgir tú mær heilt til Sumbiars? spyr Symfor. Eigil svarar: - Vit hava verið vinir í hálvthundrað ár. Terningar - søgur av tilvild er nýggja bókin hjá Carli, Carl Jóhan Jensen, á Sprotaforlagnum, sum letur høvundan frammanundan siga soleiðis um bókina: - Terningar eru ímyndin av tilvild, og tilvild miðjan í hvørji søgu - í hennara samansettu og í senn einføldu eftirgerð av tí sansaða. Og søgurnar, sum tú nú forvitnast um (íðan vendi tú bókini til at lesa baksíðutekstin ella hvat?), tær beinast allar gjøgnum tilvitið hjá einum sálaðum mansbarni: Ísmael. Hann er undan eini hálvgamlari stýrimanseinkju. Pápin ein blaðungur og hálvlisin guðfrøðingur úr Noreg. Tey gótu hann av misgáum eina summarnátt seint í tretivunum og ikki tær at siga kemur Ísmael í verðina við reyvini fyri ein illviðraðan langafríggjadag. Og jarðvistin eftir øðrum, øll á eingjunum við ein fjarðarbotn millum fjøll og brattar. Í hesum avstongda umhvørvi veit Ísmael fátt av egnum royndum. Verðin skapast av tí, sum hann hoyrir onnur og útvarp siga. Sjálvur talar hann ikki, men hevur tó orðið í sínum valdi – innantanna. Soleiðis manar hann so líðandi eina sjón fram fyri lesaran, sum er samfeld í sínum mótsøgnum og ein dýrd av fanansskapi. Skálabúðin fær nýtt lív Í góðveðrinum í dag varnaðist eg, at gamla Skálabúðin hevur fingið nýtt lív. Í staðin fyri at falla í órøkt, ella verða rivin niður, eru húsini sett í stand, so tey síggja út, sum tá handilin var uppá sítt besta. Hetta er mest gleðiliga býarmynd í hesum døgum, nú øll tosa um miseydnaðar býlingar í útryðjuni av býnum. Hetta var eitt ljóspunkt mitt í Havnini.   Vikuskiftisblaðið hjá Portalinum sigur í morgun, at bústaðir er týdningarmesta mál hjá veljarum til kommunuvalið um seytjan dagar. Ítróttur og mentan eru á niðasta plássi. Eftirsum øll býráð byggja á undanfarnu herðarnar, ber eisini til at siga, at farnu býráðspolitikararnir í Havn hava gjørt mest sum ovmikið við og fyri ítróttin, men einki, absolutt einki, fyri at útvega bústaðir. Tí er alt á gosi í høvuðsstaðnum, har øll vilja búgva, og fyritaksamir vinnulívsmenn við røttu vinasambondum vinda burturúr Karlamagnusarbreyt, sum nú er blivin so trong, at hon er desimerað til tríggjar bókstavir, KMB, meðan tilsvarandi gøtan úti undir Kongavarða enn ikki hevur fingið heitið UKV, hóast litavska modulbyggjaríið er í fullsving, men hálvt so stórt, sum kommunan upprunaliga hevði játtað. Baltic Moduls stendur á litavsku bilunum, Capital stendur ovast á konteynaranum, og ikki slepst undan, at tær kemur til hugs orðini hjá Palla Gregoriussen, um at byggja í lendið og altíð at hava í huga, at her skulu fólk búgva eitt heilt lív, og at hesi arkitektonisku avrik verða standandi æviga langt eftir at vit eru farin. Tá bygt er, kann einki takast burtur. So kargur og náðileysur er veruleikin í lendinum. Aftaná, er alt ov seint. Snari eg á fótinum, har eg frammanundan stóð og avmyndaði nýggju fasaduna á Skálabúðini henda seinasta leygardag í summarsól, so síggi eg beint inn í kirkjugarðin undir Svínaryggi, har leyvið minnir meg á heystið og lívsins forgeingiligheit. Fari oman við gomlu lærarahúsunum meðan tey smíða í reyðu húsunum hjá P.A. Restorff, og steðgi á heygnum, har Jógvan á Dul hvønn morgun tekur eina mynd í hvørja ætt. Hesuferð festi eg meg ikki við teir mongu bilarnar á Skálatrøð, men bátarnar, sum eg ikki havi sæð so tættar ein púra vanligan gerandisdag, sum júst í dag. Kanska er tað fyri at fáa tað seinasta av summarinum við. Í nátt missa vit hana, summartíðina, og so tekur vetrartíðin við. Minst til tað. Tá journalistar leggja eftir listafólki Millum teir bestu filmarnar, eg havi sæð í biografinum í ár, er nýggi filmurin hjá Ole Bornedal Skyggen i mit øje. Havi hugt eftir honum umaftur, og eri sannførdur um, at hetta eisini er ein týdningarmikil filmur í okkara tulkingarfelagsskapi beint nú. Hóast hann ítøkiliga tekur støði í hendingini, tá okkara bretsku viðhaldsfólk bumbaðu ein franskan barnaskúla á Frederiksberg undir krígnum, er filmurin tíðarleysur, serliga í lýsingini av einum donskum hipo-manni, sum sær gálgan fyri sær, nú kríggið rennir út. Unga nunnan, dóttir leikstjóran, opnar herligheitirnar fyri honum, og gevur honum síðan bønarbókina at lesa úr. Av katólska knæfellinum stamar hann fram úr sær, so vit næstan ikki hoyra tað: ”Eg dugi ikki at lesa!”  So lesur hon fyri honum. Soleiðis sum galdandi er í nýggjari tíð í okkara tulkingarfelagsskapi - genturnar lesa, meðan maðurin er so marginaliseraður, at hann hvørja løtu kann lesa seg út av eggini. Helst er tað hesin veruleiki, sum gevur skrivandi monnum bæði brenni og evni at skriva og publisera. Hin fyrri, eg vil nevna, er Kristoffer Hegnsvad, ritstjóri á Politiken við filmi og sjónvarpi sum sergrein og ábyrgdarøki. Um aktuella filmin, Skyggen i mit øje, sum eg altso haldi vera hin besta beint nú, skrivar Hegnsvad týsdagin. Tá so filmurin verður frumsýndur hósdagin, kann Hegnsvad geva Bornedal hetta niðrandi ummæli. Eftir hesa lítið mistiknu journalistisku niðurbumbing er Hegnsvad í sínum fulla rætti at geva filminum trý lunkaði hjørtu. Filmurin, eg enn haldi vera hin besta í ár, er slaktaður av einum journalisti, sum helst hevur okkurt gangandi millum reglurnar, tá vit tosa um Bornedal. Her hjá okkum er eitt dømi úr sama høpi, biografinum.  Nú dittar onkur sær at vísa aktuella heimildarfilmin um dansbandastjørnuna á bygd í Danmark - Kandis Johnny, ella Johnny-Kandis. Og so skal ein herbúgvandi dani ditta sær at innleiða við orðum um kitsch. Tað er fallið samfelagsrevsara nummar eitt fyri bróstið og hann dregur aðrar smakkdómarar við sær, so greitt er, at hetta er eitt klokkuklárt stættarstríð. Í hvussu er í huganum hjá teimum, sum lagað hesar garðar. Uttanfyri kunnu vit, sum einki skilja, standa og bína og reina at gera okkum skilning fyri, hvat fyriferst innan hesar upplagaðu keisaramúrar. Høgni Mohr hevði helst sagt, at hetta vóru nýpussaðir keisaramurtar við uppfunnari standing, eini standing, sum bara er til í teirra egna heimi, og har hevur til endamáls, at reka øll hini burtur. Maskulin kynsstanding hevur í øllum forniskum mentanum verið brúkt sum maktfulkomnasta ræðumynd. Hetta við at reka út illar andar og bara geva pláss fyri eins egna og eins egnu, eisini kallað nepotisma, er ein av skilligastu drívkreftunum hjá Høgna, nú hann aftur hevur savnað gamlar blaðgreinar og givið tær út í nýggja bók Grøðandi greinir. Á blaðsíðu 126 kunnu vit við støði í einum navngivnum útvarpsverti lesa um hetta sama: Greitt er, at høvundurin kennir seg ikki sum part av føroysku mentanarelituni, men er skvisaður í tann ótakksama og mest sum ólønta part av føroyskum mentanararbeiðarum, sum hvønn dag og av einum erligum hjarta geva eitt evarska lítið íkast til kollektiva føroyska mentanarvarðan, antin tað snýr seg um at fáa almennan stuðul, ella bara at sleppa við í innkringin, har tey hava sett seg, sum eiga vald og virði. Tað er ikki einki um tað.  Tí hava vit øll brúk fyri einum uppsangi frá Høgna av og á.  Men um tað frá einum útgevarasjónarmiði er rætt at endurprenta blaðgreinar, og síðan geva tær út í egnari bók, ivist eg í. Sama ger Bergur Rønne Moberg í Dimmu, nú hann er komin til níggjunda kapitil um munnliga, skrivliga og elektroniska mentan. Skulu bløðini brúkast sum forskot at fíggja greinar og dagdvøljur hjá rithøvundum, sum bara eru ætlaðar at geva út í bók, men eingin annar stuðulsmøguleiki er til, so verður møðsamt at lesa bløðini og ikki minni møðsamt at lesa bøkurnar, tá tær – forfíggjaðar – koma út, bara til at laga passivt upp í bókmentavarðan. Tá ein hevur lisið Høgna, freistast tú at siga, at hetta er ber forfengiligheit, so høvundurin av einhvørjari publisistiskari orsøk kann telgja sær eitt merki í tjóðskaparliga totempelan hjá sær sjálvum.  Kollektiva fyndin er ring at finna. Kanska finst hon slettis ikki. Kanska hevur Høgni rætt, tá hann vil vera við, at alt er ein dystur um innkringin. Hjá teim, sum eru uttanfyri, er avbjóðingin at sleppa innum, og hjá teim innvígdu, ið longu hava fingið mentanarpávans hond á høvdið, er avbjóðingin, at halda teim heidnu uttanfyri. Fyri alt í verðini uttanfyri. Annars verður ikki livandi. Í innkringinum, sum er staðbundna mentanin. Takk fyri uppsangin! Olga Tokarczuk og Peter Handke Pólski rithøvundurin, Olga Tokarczuk, fær Nobelvirðislønina í bókmentum fyri 2018. Virðislønin verður handað í ár, tí dómsnevndin var ikki virkisfør í fjør. Við virðislønini fylgja 9 milliónir svenskar krónur. Eitt stutt brot úr grundgevingini hjá dómsnevndini at geva pólsku Olgu Tokarczuk bókmentavirðisløn Nobels fyri árið í fjør er. Eysturríkski rithøvundurin, Peter Handke, fær Nobelvirðislønina í bókmentum fyri árið í ár, 2019. Tað varð eins og fyrru boðini kunngjørt á tíðindafundi á svenska Börshuset á middegi í dag. Eisini hann fær 9 millónir svenskar krónur. Longu 10 minuttir eftir tíðindafundin vóru bøkurnar hjá pólsku Olgu Tokarcuk ovast á sølulistunum hjá Adlibris í Svøríki. Í dómsnevndini vóru Anders Olsson, Per Wästberg, Kristina Lugn og Jesper Svenbro frá Svenska Akademinum, meðan tey sakkønu vóru Mikaela Blomqvist, Gun-Britt Sundström, Rebecka Kärde, Kristoffer Leandoer og Henrik Petersen. Fyri Nobel Media hevur Niklas Elmehed teknað báðar virðislønarvinnararnar, tá teir á middegi í dag vóru kunngjørdir. Dómsnevndin var ikki arbeiðsfør í fjør, tí vóru tvær virðislønir latnar í ár, ein fyri hvørt árið. Her er biografiskur tekstur frá Svenska Akademinum um Olgu Tokarcuk . Her er biografiskur tekstur frá Svenska Akademinum um Peter Handke . Gakk undir Jesu kross at stá Krossmerkið , kristna ímyndin og fremsta eyðkennið, hevur aldri verið sjónligari í almenna rúminum enn nú. Danska avísin Kristelig Dagblad fekk almannavarpið at byrja tíðindavikuna við eini søgu um ein 58 ára gamlan danskan neyðtøkubrotsmann, sum fangavørðir ikki vistu, hvat teir skuldi gera við, tí hann hevði verið gjøgnum eitt løgfrøðiligt kynsskifti. Harðskapshendingin, hann var kendur sekur í, var farin fram fyri 29 árum síðan. Ikki fyri at tileinkisgera framdan harðskap og undirgrava seinastu bastiónina í rættarsamfelagnum, dómsvaldið sjálvt, men hesa somu viku er miskunarsami minnilutafestivalurin aftur í Havn, har viðurskifti hjá teim veikastu í samfelagnum, transpersónum, eisini verða havd á lofti í filmi, list og happenings. Tí er tað hugvekjandi, at kristiliga tíðindakeldan verður brúkt í almannavarpinum í hesi vikuni, sum enntá eisini er vikan, tá friðarvirðisløn Nobels verður kunngjørd. Tað er fríggjadagin klokkan tíggju, at kunngjørt verður, hvør fær friðarvirðislønina í ár. Gitingar eru frammi, ið benda á, at 16 ára gamla svenska skúlagentan Greta Tintin Eleonora Ernman Thunberg fær friðarvirðisløn Nobels. Svenski Anders Hellberg tók myndina, omanfyri, av Thunberg framman fyri svenska Ríkisdegnum í august í fjør, tá hon fór undir sokallaða  veðurlagsverkfallið , sum seinni bleiv eitt ósvitaligt eyðkenni um allan heim, eisini her hjá okkum. Myndin er tikin av hini føroysku Wikipedia, sum saktans kann víðkast í innihaldi um hetta evnið, Wikipedia. Fyrr í ár hevur Greta Thunberg fingið virðislønirnar Goldene Kamera, Fritt Ords Pris, Rachel Carson-priset, About You-priset, Ambassador of Conscience Award frá Amnesty International, Fellow of the Royal Scottish Geographical Society, Geddes Environment Medal og Right Livelihood Award. Í mai í ár gav kenda bókaforlagið, Penguin, út ellivu talur hjá Gretu Thunberg, m.a. hina víðagitnu "Our House is On Fire", í savninum No One is Too Small to Make a Difference . Og nú vit nevna bøkur, so verður eisini bókmentavirðisløn Nobels kunngjørd í morgin, hósdag, um døgurðaleitið, tá setta dómsnevndin er samd. Hóast 16 ára gamli skúlanæmingurin fyri meira enn einum árið síðan fór undir veðurlagsverkfall , og síðan hevur fingið allan heimin við sær í somu søk, so hava tey, ið siga seg verða Jesu fremstu krossberarar á okkara leiðum lítið annað enn háð og spott at bera henni á sosialu miðlunum. Hvat sigur kristni norski milliónapredikanturin, Jan Hanvold - hann, sum eg einaferð skuldi intervjúva um at brenna allar føroyskar Harry Potter bøkur, tí tær er sendur Føroyum av sjálvum Satan - um hesa ósjálvsøknu, fyri ikki at siga djúpt kristnu og uppofrandi svensku skúlagentu? Lesið sjálv, hvønn kross hann gongur undir at stá: Eftir at hava fullspottað svensku skúlagentuna, tekur norski kristinpredikanturin saman um verðinsstøðuna og veit at siga, at sjálvandi skulu amerikanskir demokratar ynskja sitandi forsetan Trump, hagar piparið grør, tí Bíblian lærir okkum, sigur norski predikanturin, at Donald Trump verður valdur í fýra ár afturat. Hann er hin góði hirðin, ið ansar eftir USA og er hart ímóti globalistunum. So kemur norski prædikumaðurin til tað veruliga evnið og ørindini, sum er nýggi ummælararósaði filmurin "Disco" , sum 41 ára gamla Jorunn Myklebust Syversen úr Gol í Noregi hevur gjørt. Øll hin norska filmspressan gevur "Disco" , sum ber krossin á plakatini, fult stigatal og bestu viðmæli og ummæli, men áðurnevndi prædikumaður ávarar foreldur og biografgangarar um henda út av lagi spillandi film, sum alt síðan The Greatest Story Ever Told aftur fær meg sannførdan um, at filmur og einki annað enn filmur er og verður hin sterkasti miðilin í okkara tíð, amen. Lesið bara Hanvold: Øll tey, ið sum siropshundar hava laikað tekstin, deilt hann og viðmerkt, taka undir við hesum menniskjasýni, sum annan vegin lukrerar uppá tey, sum í løtuni eru illa fyri, og tí søkja eina samkomu, men so verða skúgvað til viks ella heilt út, tá tey eftir metingini hjá Hanvold blíva sjálvstøðug individ aftur. Eg sigi bara, ansa eftir hvønn kross tú gongur undir, hvørja samkomu tú gongur í og hvønn prædikumann, tú skiftir orð við, um tíni persónligu viðurskifti, skuldi tørvur verið á tí. Søk tær heldur aðra hjálp, kanska av verðsligum slag, sum gamaní kostar og helst hevur drúgva bíðitíð, men er professionell og leys av lovsangi og ótamdari peningainnsavnan av pallinum og oman millum stólarekkjurnar. Ella byrja bara við at lesa  Kingosálmin , sum myndin omanfyri leggur upp til Dagsins 007 sitat "Serføroyska orðið stakkalastás, sum trupult er at flyta við røttu meining í onnur mál, er óloysiligani knýtt at James Bond, og ger hann í mínum eygum so óluksáliga spennandi at síggja, tí hann er so bundina at tíðini, tíðarbundin, og altíð er til sølu fyri hægstbjóðandi gadget, sum kappast um at verða fremst í tíðini, og á tann hátt verður eitt hedonistiskt tíðardokument í eini narsissistiskari kallmansmentan. Júst hetta merkantila drive í bestu filmisku kørmum, sum eru merktir av action og ferð, so tú missir ondina, men bara næstan, hevur ongin gjørt honum eftir á filmi. Soleiðis er tað." Føroyar sum location So eru Føroyar skrásettar sum location, upptøkustaður, hjá teimum, sum gera upptøkur og veita tænastur fyri tey mongu, ið gera nýggja James Bond filmin No time to die . Tað sæst á brúkarastýrdu upplýsingartænastuni, Internet Movie Database, sum er størsta amboð at leita fram alt um film. Umframt at vera søgulig listagrein í sjálvum sær, er filmur eisini vinna og handil. Neyvan er nøkur listagrein so sannførd um, at egin avrik mest sum altíð kunnu mátast og metast sum vøra, ið er til sølu sum uppliving, akkurát sum fótbóltur, sum tú heldur ikki sleppur at uppliva uttan at rinda fyri atgongumerki. Tað einasta vit vita fyri vist er, at nýggi James Bond filmurin, No time to die , verður frumsýndur í Havnar Bio fyri øllum teimum, sum keypa atgongumerki til 2. apríl. Danski filmurin Kollision hevur eisini fingið eyguni upp fyri Føroyum. Tað eru brøðurnir Mehdi og Milad Avaz, sum eru føddir í Iran, men búgva í Danmark, ið hava gjørt filmin, sum byrjar við útsýni frá flogvøllinum og Miðvági, tí har hevur tyrlan heintað Nikolaj Lie Kaas, sum arbeiður á einum boripalli. Annað síggja vit ikki til Føroyar, men tær sleppa at verða  the establishing shot . Meðan søgurnar um James Bond, norsku tyrlutænastuna Nord Helicopter og íslendsku location tænastuna True North, eru óváttaðar og kaska tað bera uppspinn uttan nakað halda í James Bond veruleikanum, tað veit eingin fyrr enn 2. apríl næsta ár, so er tað eitt faktum at Wim Wenders sjálvur var her og gjørdi upptøkur við einum upptøkuliði, ið taldi 28 fólk. Men tá úrslitið spurdist, Submergence , var tað lítið flatterandi, tí søgan var so veik og Føroyar fingu so lítlan exposure og ágóða úr øllum hóvastákinum. Filmur er illusión, sum er tølandi, tá hon er best, illusiónin. Fyrsta eg hugsaði, tá eg sá nýggju James Bond plakatina var, at hann hevur verið í Vágsbotni undir gomlu ljósabláu Útvarpshúsunum. Men kanska er tað bara ein illussjón. Keypst, so sæst. Maður, hvussu hevur tú tað? Maður, hvussu hevur tú tað? Soleiðis spurdi Fólkaheilsuráðið fyrr í ár. Spuringurin hekk tjúkkur í poppkornosandi luftini í biografinum í kvøld, tá nýggi filmurin Joker  (Todd Phillips) varð frumsýndur fyri hópin av fólki, mest ungum. Tónleikurin er frá fyrstu løtu eitt heilt univers fyri seg. Send in the Clowns, White Room, Smile, That’s Life og Rock and Roll við Gary Glitter. Eri sannførdur um, at vit eru í New York fyrst í 1980’unum, tí ein Brian De Palma filmur, Blow Out , sæst á plakatini. Og so brýtist eyðsýnda realisman við navninum Gotham City og Arkham State Hospital. Vit eru í Batmanlandi og slettis ikki í veruliga stórbýnum, sum eins og Hong Kong í dag er um at bresta í ójavnaði og uppreisturi. Við patetiskum mammupráti heima og terapevtiskum konsultatiónspráti hjá sálarfrøðingi úr ræðandi dagbókasetningum hjá høvuðspersóninum - sum í huganum flytir okkum beint til Travis Bickle í Taxi Driver frá 1976 - verður ekstremt fiktivi Jokarasjangrufilmurin so nærverandi, at hann verður beint fram óunniligur. Fer undir húðina og tú kennir við mannfólkamisfostrinum, tá hann verður happaður, bukaður og miseydnast í einum og øllum. Og tá hann - eins og svønleysi Vjetnamveteranurin í taxabilinum hjá Scorsese frá 1976 - tekur seg saman og skrivar í dagbókina, at her er ein, ið ikki fann seg í stórbýralortinum longur, men nú reisur seg upp og fer at rudda alla óhumskuna út - tá heldur tú við honum og fært hug at fegnast hansara vegna um alla hevnd, hann setur í verk, so tølandi er filmur. Paraður við Taxi Driver er hetta mest skakandi mannfólkalýsing eg havi sæð á filmi. The Master (2012), eisini við Joaquin Phoenix, nam við sama desperata og ótillagaða mannfólkalyndi, sum hvønn dag vónaði, at eydnan var beint um hornið, bara hann slapp at tæna meistaranum og í hesum føri at upptraðka. Og mín sann um ikki showmaster og vertur er Robert de Niro, gamli taxasjafførurin, sum fyri 43 árum síðan fór at koyra í einum gulum tikaralíknandi bili í stórbýarjungluni um náttina, tí hann hevði mist svøvnin og leitaði eftir onkrum, bara onkrum, at halda seg til fyri ikki at ganga heilt av verðini. Kanska fann hann tað í Kris Kristofferson sanginum um pílagrímin, har orðini siga, at hann er A walking contradiction, partly true, partly fiction. Jú, eg haldi at filmurin um Jokarin eigur at verða knýttur at sálarheilsudøgunum hjá Sinnisbata í hesum døgum. Hann er alt ov órógvandi til at ganga harraleysur í gøtunum, miseydnaði Jokarin, sum stoytir tablettir í seg og ongan hevur at tosa við, tí heilsuverkið verður niðurlagað. Gotham City er nógv nærri enn tú heldur. Endan á filminum og interaktiónina við Robert de Niro mugu tit sjálvi síggja. Spurningurin hjá Fólkaheilsuráðnum ekkóar, tá eg komi út ur biografinum: “Maður, hvussu hevur tú tað?” Besti altjóða filmur Nú er freistin úti at tekna altjóða filmar til 92. Oscarkappingina, sum sunnukvøldið 9. februar verður varpað til allan heimin úr Dolby Theatre á Hollywood Boulevard. Altjóða filmarnir í spælifilmslongd kappast í bólkinum Best International Feature Film, sum fyrr varð kallaður Best Foreign-language Film, besti útlendski filmur, og eftir mínum tykki er mest áhugaverda kappingargrein. Og ja, kapping er hetta, tí eftir stendur ein vinnari við Oscarvirðislønini, sum er munadyggasta íkast, tá umræður altjóða marknaðarføring av einum ókendum filmi úr einum enn minni kendum landi. Samstundis er tað í hesum kappingarfelti, at tú kanst fáa eitt innlit í, hvat slag av filmi verður gjørdur og lyftur fram úr londum, sum tú neyvan helt høvdu eitt filmiskt mál, tíansheldur altjóða filmiska framleiðslu. Tey lond, sum í ár eru við fyri fyrstu ferð, eru Gana, Nigeria, Uganda og Usbekistan. Ikki er tað bara kappingin, sum hevur skift navn. Nei, biografhølini Dolby Theatre vórðu fyrr kallað Kodak Movie Theatre og stava frá 2001. Dygst við eru El Capitan Theatre frá 1926 og The Chinese Theatre frá 1927. Tilmeldaðir filmar skulu hava verið vístir í biografi í heimlandinum millum 1. oktober í fjør og 30. september í ár. So verða níggju finalistar valdir úr tilmeldaðu rúgvuni. Hetta úrval plagar at verða kunngjørt eftir jól og beint undan ársskiftinum. Tá velur The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, ella bara The Academy, fimm av úrvaldu nýggju filmunum, sum so eru teir endaliga í Oscarkappingini. Hesir fimm verða kunngjørdir í januar. Á listanum niðanfyri eru lukkutíð fleiri filmar, sum hava verið sýndir, ella skjótt fara at verða sýndir herheima, tí ein trúfastur áskoðaraskari er í øllum landinum at síggja altjóða film, sum ikki neyðurviliga er á enskum, kanska slettis ikki. Teirra millum er danski Dronningen, sum á listan hevur enska heitið Queen of Hearts, og spanski Heiður og Pína hjá Almodovar, sum hevur enska heitið Pain and Glory. Avstraliski Buoyancy verður í næstu viku vístur á Minnilutafestivalinum í Norðurlandahúsinum. Fyrsta dagin fer Filmsfelagið at sýna norska Út at stjala ross, sum ber einska heitið Out stealing horses, síðan norðurmakedónska Honeyland og íslendska A White, White Day, sum er jólafilmurin í Filmsfelagnum í ár. Suðurkoreanski Parasite fer helst at verða vístur herheima í komandi ári. Eftir bókstavaraðnum og enska landanavninum eru hesir filmar komnir inn til Oscarkappingina: Mentamálaráðið stuðlar minnilutafestivali Fremsti og størsti føroyski stuðul á triðja minnilutafilmfestivalinum, Faroe Islands International Minority Film Festival , er Mentamálaráðið. Norðurlendsku stuðlarnir eru Nordisk Ministerråd og Nordisk Kulturfond. Tað sæst í nýprentaðu skránni fyri festivalin, sum mentamálaráðharrin, Jenis av Rana, ávaraði í móti í morgunsendingini hjá Útvarpinum hin 24. september í ár: ”Jé fari at ávara føroysk foreldur. Ansið eftir børnum tygara! Her kemur ein lýsing um, at skúlaflokkar skulu niðan til nakrar púra ónormalar filmar, sum skulu vísast í Norðurlandahúsinum. Tað pínir okum øgiligt, og vit fáa kanska ikki gjørt nakað við tað her og nú. Men tað skal so avgjørt síggjast, at Miðflokkurin hevur verið í tí sessinum, jé siti í nú!” Í skránni fyri minnilutafestivalin, sum verður í døgunum 10.-13. oktober, sigur Nadia Abraham, festivalstjóri, sum omanfyri sæst saman við samskiparanum, Dan Helga í Gongd, at filmar kunnu nýtast á ymsan hátt: ”Á ein hátt kunnu teir nýtast til at fáa teg at flenna, gera teg bangnan ella spentan. Tó kunnu teir eisini vera amboð, ein háttur at siga eini breiðari fjøld frá ósøgdum og innímillum torførum søgum. Teir kunnu geva íblástur og hjálpa okkum, at skilja heimin frá einum øðrum sjónarhorni, og vónandi stíla okkum nærri at einum meiri samkennandi heimi. Sum filmfestivalur velja vit hesar filmar, soleiðis at óhoyrdar og ósæddar søgur, gerast atkomuligar. Í ár vilja vit geva teimum tigandi ofrunum eina rødd, ið eru útfyri nútímans trældómi og menniskjahandli. Tí eru vit errin at seta festivalin við norðurlendsku frumsýninginið av Buoyancy , ið er ein søga um ein ungan drong, sum kemur út fyri trælahandli, ímeðan hann leitar eftir eini betri tilveru.” Umframt at vísa film, vilja Nadia Abraham og hennara festivalfólk eisini skipa fyri verkstovu: ”Vit vilja ríka okkara høvuðsstað við kreativiteti, tí byrja vit FIMFF Lab, okkara fyrstu filmsskaparaverkstovu. Henda er ætlað føroyskum filmsfólki, og hava vit bjóða Ísold Uggadóttir, ið endaði festivalin síðsta ár við sínum filmi Andið Eðlilega , at hava eina handritsverkstovu.” Meðan Buoyancy , sum er avstralskt Oscaruppskot, verður sýndur í Norðurlandahúsinum, tá filmstevnan byrjar hósdagin hin 10. oktober kl 19, verður kendasti filmur á skránni, Girl , sýndur í Perluni leygardagin hin 12. oktober kl 16. Fleirfalt virðislønti filmurin Girl er úr Belgia og er á flamskum og fronskum máli við enskum undirteksti. Tá filmurin varð sýndir í Cannes í fjør vann hann fýra virðislønir, m.a. Un Certain Regard. At enda í fororðunum í festivalskránni, sigur Nadia Abraham: "Eg vil fegin takka okkara høvuðsstuðlum Nordisk Kulturkontakt og Nordisk Kulturfond, og síðani Mentamálaráðið fyri teirra íkast, uttan tykkum hevði hetta tiltak og okkara arbeiði ikki verið møguligt. Komið við okkum til umráðandi samtalir, njóti filmar ið hava týdning, blandi tykkum og havi tað eitt sindur stuttligt!" Góða eydnu við týdningarmiklu filmstevnuni! Hvat er gott útvarp? Hesa tíðina byrjar Vetrarútvarpið, sum altíð hevur verið tað ordiliga, tí Summarútvarpið er ein gjøgnumførd spariætlan við tunnum soð og nógvum gomlum endursendingum, líkasum fyri at siga, at nú leggja vit stilt, deyðsiglarastilt á summarvágni. Fyrst er at siga, at gjørt úr ljóði, er Útvarpið miðilin, sum ber av øllum, tí hann er bygdur á heimligum botni og aldri hevur verið ein útlendsk undirdeild, so sum Sjónvarpið altíð hevur verið, tí hugsjónarloysingar settu tað so skeivt í føroysku verðina. Fast takið teimum fyri tað. Men í dag gerst ikki nakað við sokallaða føroyska Sjónvarpið, burtursæð frá Degi og Viku, sum á skránni er stutt og pinkulítil og burdi verið bygd út og floygd, so hon møtti einum gerandis tíðindatørvi hvønn dag í vikuni, twentyfourseven. Heimildarfilmarnir eru eisini eitt stórt Sjónvarpsaktiv, men annars er soltið, serliga við margháttliga norska tilfarinum. Tíðarinnar tonn hevur slitið Útvarpið, sum í dag kappast við bæði tøkni og innihald frá øðrum veitarum. Útvarpið, og serliga tíðindini, sum aldrandi føroyingar kenna tey, verða sløkt og eingin hoyrir, hvat bestu útvarpsfólk royna at seta á kollektiva breddan heilt frá morgunstundini. Tað at lurta eftir útvarpi er blivið eitt persónligt mál millum teg og seingjarstokkin. Tað er næstan blivið hemmiligt, góða útvarpið. Hemmiligt, sum Matteus sigur um at biðja og at fara innar í kamarið, lata hurðina aftur, og biðja til Faðirin, sum er í loyndum. Tá skal hann løna tær – í loyndum – og ikki á heimsins pallum og talarastólum. Bara í loyndum. Soleiðis er bíbilska læran um dagsins kommunikativa miðlabrúk. Tí kenni eg meg sum eitt fornrelikt yvirhøvur at tíma at ummæla útvarp. Fyrsta sending eg varnaðist á vetrarskánni, ikki tí eg sjálvur vildi tað, men tí at sendingin sjálv bjóðaði inn til tað við nógvum og serstakliga drúgvum hóvastáki, fyri ikki at siga roksi, leygarmorgunin, var Leygardagur, ein roynd at endursminka Also við partsheitinum Kjakarínum, við munandi veikari uppleggi, har eingin er fyrireikaður, og lurtarin skrivar eitt ella tvey sms um eitthvørt irritatiónsmál til tey møttu eftir devisuni hjá TV2 "Kom lad os brokke os." Og so eru tað tey møttu. Verturin er granni við eina gestin, sum varar av einum ógvuliga sjónligum áhugafelagsskapi fyri heimafriði, hann er eisini svágdur við hin gestin, sum er fyrrverandi mentamálafrúa, og gesturin sum so er eftir, er fyrrverandi útvarpsmedarbeiðari. Eg mundi fingið morgunmatin skeivt í hálsin, at ein vetrarskrá kann byrja so illa. Hetta var veruliga vánaligt, tá vit hyggja eftir samansetingini av professionelt innbodnum útvarpsvertum fyrsta leygardag í vetrarskránni, og hvussu óheftu gestirnir í veruleikanum eru tætt bundnir hvør at øðrum, uttan at tað verður upplýst. Lukkutíð er nýggja tónleikasendingin, Jambalaja, hjá Inga Samuelsen á skránni eftir døgurða henda sama dag. Ein gjøgnumarbeidd tónleikasending við einum grundgivnum tema, sum bæði í orðum og tónum ber sendingina og tekur lurtaran í álvara, tí hon við bátslongdum leggur hinar sendingarnar aftur um seg, har tað av onkrari óransakiligari orsøk er gróðursettur útvarpssiður ikki at verða fyrireikaður, og upp í saman at vrøvla barnamál, bara ein mikrofon sæst. Tað er ikki fyri vaksið fólk. Enn minni fyri hálvvaksin, sum ein tónleikasending einaferð æt. Tónleikur fyri hálvvaksin. Allur heiður til Inga fyri gott útvarpsarbeiði við tónleiki, hóast eg havi ilt við at skilja, at sendingin skal enda tíggju minuttir innan tímin er fullrunnin, bara fyri at geva rúm fyri pausutónleiki. Sama heiður, at gera góða tónleikasending í útvarpi, havi eg huga at senda Hergeiri Staksberg fyri originalu sendingina Óhoyrt. Stuttligt konsept við ljóðdialogi í baksýni, sum minnir um tá Heðin Ziska Davidsen gjørdi tónleikaútvarp, minnist meg rætt úr einum baðikari við einum spælandi barni, sum kanska var veruligt, kanska ikki. Sannførandi ljóðið var í hvussu er har. Gott, at Útvarpið gevur rúm fyri originalum sendingum. Málteigurin hevur fingið ein heilan tíma hvønn hósdag. Tað er nógv meir enn eg klári at taka inn, soleiðis í einum, meðan alt annað sjóðar og sussar. Ljóðmiðilin útvarp er krevjandi, skal hann hoyrast, og tá talan er um mál, máliskur, málsøgu, mállæru, málpolitikk og móðurmál, so er útvarpsmiðilin meira krevjandi, enn eg kann løna honum aftur við. Eg orki ikki at lurta eftir einum heilum tíma av práti um mál. Tað krevur eina konsentratión, sum ikki er drivin av tíðindaligum aktualitetsforvitni. Tað konsentratiónina havi eg ikki. Eg mangli drivið til hana. Annarleiðis er við tíðindasendingunum. Nú fara drúgvu tíðinda- og kjaksendingarnar, sum hava ligið í summardvala, at vetrarbyrja við vetrarbiti. Vónandi vera tær eins góðar og leveringsdigtigar sum tónleikabrøður og -systar longu hava sýnt á somu skrá. Útvarp, tað er gott. Beinleiðis føroyskt útvarp, sum flestu savnast um, tað er betri enn gott og hartil vert at hjúkla um. Gera vit tað, kunnu vit meir enn so renna okkum í útvarp úr ljóði, sum verður allarbest, tá tað lagar seg til vertir, viðurskifti og vitan, sum vit ikki vistu av frammanundan. Tá kunnu útlitini til allarbesta útvarp verða veruleiki. Verkir í morgin Onnur týsk heiti, sum knýta seg til Føroya, hóast leikur fer fram í Kabul, er Das Waisenhaus , sum er týska heitið á spælifilminum The Orphanage , sum Jón Hammer, longst til høgru á myndini niðanfyri, hevur verið við til at gera. Leikstjóri er Shahrbanoo Sadat úr Afganistan og fotografur er Virginie Surdej, sum í fleiri førum hevur filmað fyri Sakaris Stóra, sum eisini sæst á myndini niðanfyri, ið er tikin í  L ü beck  í 2017, tá hann sýndi Dreymar við havið . Katja Adomait, sum í báðum førum er høvuðsframleiðari, sæst longst til vinstru. Gásadalsfilmurin, sum hevur svenska heitið  Fågelfångarens son , verður sýndur fýra ferðir meðan norðurlendska filmstevnan er í Hansabýnum  L ü beck í ár . Tað verður undir týska heitinum Der Sohn des Vogelfängers. Við yvirskriftini " Verkir er sjáldsama væleydnaður filmur" skrivaði eg soleiðis á blogginum hin 12. juni í 2019: "Í fulsettum hølum frumsýndi Filmsfelagið í Havnar Bio í kvøld heimildarfilmin Verkir , sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava gjørt um føðingar í Føroyum seinastu hálvt hundrað árini ella so. Filmurin byrjaði vælupplagdur við mammuni, Jytte Joensen, sum sjálv er ljósmóðir, ið pápin, Jákup Pauli Joensen, hevði filmað spillnaka eitt summar við strondina í Grikkalandi í sjeytiárunum. Ein frálíkur inngangur til kvinnukroppin og tær føðingar, sum filmurin setur sær fyri at lýsa í trimum pørtum. Fyrst, tá vanligt var at kvinnur áttu heima, so til at ordri kemur úr einum ódefinerligum erva, at allar føðingar skulu vera á sjúkrahúsi, og so at enda ein triði partur, sum varpar ljós á seinastu tvey árini, har tað ikki er óvanligt at eiga heima, og at páparnir aftur eru við og filma tað heila. Júst hetta við at filma og deila privatastu upptøkur í verðini við onnur, ber filmin, so hann verður upplýsandi og undirhaldandi, og saman við ótilgjørdu frásøgnunum frá ljósmøðrunum, fyrst og fremst Aslaug Víká Petersen, gevur savnaða søguliga tilfarinum og nýgjørdu samrøðunum eitt fjølbroytni og ein varandi autentisitet. Systrarnar hava duga serliga væl at finna heimildarpersónar og fáa tær at siga livandi frá, uttan nakrantíð at gerast staðfestandi keðiligar hjá mannfólki at hyggja at. Hetta kundi jú verið hagtøl og einki annað, men filmurin er so langt frá tí, sum slepst, hóast lyklatøl verða nevnd. Mátin at siga frá, ja samlaða narrativið, er á sjáldsama høgum støði. Einu ørstuttu løtuna siga barnakonur poetiskt frá um at eiga tað, sum var og tó ikki varð. Eftir lítlari løtu skilja vit, at talan er um deyðføtt barn. So fer filmurin víðari. Út um landið, inn á sjúkrahús og heim til fólk, har tær siga frá, sum eg aldri havi hoyrt í almenna rúminum áður. Afturvið eru sjáldsama góðar smalfilmsupptøkur, sum geva søguni rúm og luft. Og so er ungir menn, ið standa konuni hjá, hjálpa til, og filma tað mesta, so eygleiðingin stendur greið og klár og verður alment viðkomandi, ja kann henda eitt statement frá einum starvsbólki, sum sambært miðlunum er raktur av hørðum ósemjum og millimeturnalvapilkaríi. Men hetta mál kemur ikki upp at blása í filminum. Hann er lukkutíð nógv alvorligari enn so. Hann er um at eygleiða tað lív, sum verður til, tá konan er komin á tíð, geva tí tað rúm, sum partarnir semjast um, heima ella á sjúkrahúsi, so sum útlitini eru, uttan at taka nøkur óráð fyri. - Ja, vil okkurt svakt eiga úti, so kunnu vit ikki forða henni, sigur eina ljósmóðurin, sum annan vegin peikar á fulkomna frælsið hjá barnakonuni at eiga so, sum hon vil, og hinvegin vísir á, hvussu langt er til sjúkrahúsið, tað er hálvur annar tími haðani hon er, skuldi nakað hent. At síggja hetta fulkomna frælsið yvir egnum kroppi, er hugtakandi. Og ímeðan verður alt filmað. Vit síggja tvær føðingar, fullkomið cinéma vérité brett um alt løriftið, og so er barnið sett í verðina. Øll tøknin, klipping, tónleikur, millumtekningar, colorgrading og ljóð, eru sjáldsama væl frágingnir partar í filmisku føðiketuni. Eisini nýggju samrøðuuptøkurnar eru framúr væl komponeraðar í stovum hjá heimildarpersónunum, har myndir og málningar á vegginum, ein nútímans villur Gunleif Grube og eitt broderað norskt skriftstað um frelsu, eru hugtakandi smálutir, sum uttan hóvasták seta løtuna í senu. Aslag Víká Petersen, ið eg fati sum høvuðsheimild, ið gevur filminum brodd, er sett framman fyri einum klassiskum teak skenki í stovuni, har várligir litir, sum eru grønir og gulir, skapa upptøkuna og geva henni organiskt rúm at siga frá, gleðast, ilskast og undrast, og í einu løtuni puffa og kasta uppá nakka. Ein óbetalilig sena, júst henda. Filmurin Verkir , sum varir 70 minuttir, verður sýndur í Løkshøll í annaðkvøld, hóskvøldið 13. juni, klokkan 20. Til lukku við filminum Verkir , Karina og Theresa!" Hvør gav undantaksloyvini? Í Degi og Viku týskvøldið var Albert Isfeld, arkitektur, gestur og gav eina serstakliga væl undirbygda fakmeting av gøtuni Karlamagnusarbreyt, frá tí fagru byrjan hjá Gunnari Hoydal og hansara fólki í 1980’unum um ein bý í býnum, til katastrofalu støðuna í dag, beint undan kommunuvalinum. Fakliga niðurstøðan var, at her mátti tað ringasta rívast niður. Tann tanki streyfaði meg meir enn einaferð, hvør spinndoktari mann hava billað sitandi býráð inn, at hetta fór at spæla væl av. Hetta er ein katastrofa fyri borgaran í kommununi. Ein katastrofa, sum gongur aftur til at fyrstu undtaksloyvini vórðu givin, at fáa gongd á økið uppi í haganum. Á hvørjum grundarlagi vórðu hesi undantaksloyvi givin, og hvør fekk sum fráleið mesta og besta ágóðan av teimum? Og í hvønn mun varð spekulerað politiskt í íbúðarneyðini í Havn? Sitandi býráð hevur eins og undanfarna skapt orsøk til at reisa spurningarnar. Undrar meg, at Albert skal verða hin fyrsti í etableraðu miðlunum at meta ítøkiliga um gongdina í høvuðsstaðarkommununi, og eingin býargravandi journalistur undan honum, tað eg veit. Ikki tí, Albert hevur í fleiri sendingum hjá Gunnari Nolsøe, gjørt vart við bygging kring landið. Men eingin journalistiskt skrivandi persónur við byggibúskaparfrøðiligum innliti hevur, tað eg minnist, greinað, hvussu nógvan umsetning kommunali vegurin Karlamagnusarbreyt eftir øll undantaksloyvini hevur genererað av pengum í privatar lummar. Hvør gav undantaksloyvini og á hvørjum støði? Tað eiga vit at vita innan kommuvalið. Tí hesin hugburður, óansæð hvør listin ella flokkurin er, eigur at missa veljarans undirtøku. Ikki minst tí, at landspolitiska afturhaldsmynstrið nú er so, at Bústaðir ikki skulu sleppa at byggja í hesum størsta vakstrarøki, samstundis sum havnarøkið skal byggjast út, so enn meira farmur og larmur kann leggjast upp og fraktast títtari og í enn størri treylarum eftir sama gamla vegnum yvir við Strond, har lívshættisligt er at ganga og eingin loysn er í ljósmála, gangandi borgaranum at frama.  Her hongur so illa saman, tí so fá tala borgaranna søk. Tað eru materialistisk virði, ið hava fest seg í hugan hjá politikarum, sum vit sjálvi hava valt.  Tykist, sum menniskjan, ið fyrr bara var burokratisk kastibløka skuffu úr skuffu, nú er vorði hatursobjekt nummar eitt hjá fremstu og maktfullastu politiskum flokkum bæði á tingi og í býráð.  Men hov, eru tað ikki menniskju, ið eiga atkvøðuseðilin?  Hugsa um tað og tey, ið góvu undantaksloyvi til mest skilaleysu bygging í føroyskari søgu, bara tí onkur vildi hava ein bústað. Tú ert eitt politiskt spekulatiónsobjekt. Hugsa um tað. Heilt nágreiniliga týsdagin hin 10. november. Tá er kommunuval.  Arbeiði og tú Tað er so ymiskt, hvat vit til gerandis fokusera uppá. Morgunsendingin í Útvarpinum heftir seg við altjóða bamsudagin, og heimsstovnurin Unesco viðgerð vikuna á tamb teir førleikar, sum ung og gomul eiga at hava at lesa og brúka miðlar, medialiteracy, skal landið metast sum framkomið. Mitt í hesum meldrinum bar postmaðurin, jú eg haldi tað er ein maður, ein lepa frá Pál og Anniku, eg brúki bara persónsnøvnini, tí stovnsnøvnini er so long, at tú villist í teimum, at siga frá um arbeiði, og hvussu tú hevur tað til arbeiðis. Agnið, at svara kanningini, er ein nýggj Apple iPhone 12, sum hevur eitt so frálíkt kamera. Tað sá eg í gjár, tá morgunroðin var um allan himmalin og tað ekkóaði um alt Facebook. Bestu myndirnar vóru tiknar við júst hesi telefonini, sum er fløt, hevur øll filtur og passar í allar lummar. Her er tað Guri Tórsdóttir, sum úr Hoydølum hevur tikið eina fantastiska mynd við iPhone 12 av næmingum, sum njóta lívgandi morgunljósið. So eg var engdur og krøktur við brestin og setti meg niður í heimasofuna at svara spurningunum Arbeiði og tú, ið er stutta heitið á verkætlanini, sum hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvinum, og sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur sett sær fyri at føra út í livið undir áðurnevnda heiti, Arbeiði og tú. So sum tit síggja, er avsendarheitið langt og drúgt. Tí sigi eg bara Pál og Annika. Tíðin er knøpp, og sum skaldið sigur: ”Longri tú bíðar, skjótari verður tað.” Endin á mínum langa arbeiðslívi, sum byrjaði við at skava formar í bakarínum Acta í Torfinsgøtu í 1967, er nær. Hinvegin, steðga vit eitt bil við longdina á heitinum á avsendaranum á aktuellu føroysku arbeiðskanningini, so er hon sum einki at rokna, hyggja vit eftir heitinum á svenska fyrilestarhaldaranum, Maarit Jaakola, hjá Unesco á miðlatiltakinum í Suðurafrika í dag. Hon er ein av fýra talarum, ið røða um “Disinformation about scientific facts: media and information literate responses”, og á visittkortinum stendur hennara fulla arbeiðsheiti, sum er: Co-Director, Nordic Centre for Media Research, Sweden and Co-Adjunct Professor, Lecturer in Journalism, Faculty of Information Technology and Communication Sciences, and Co-Lead for the UNESCO Media and Information Literacy and Intercultural Dialogue University Network, Sweden.  Soleiðis er tað, nú skeið er alla vikuna um greiddleika í globalu miðlafløkjuni, har eingin veit, hvør umboðar hvønn, ella sigur hvat, uppá hvønn máta og undir hvørjum hatti. Spyr bara heimligu Bústaðir, fyri at taka eitt dømi, sum er ovast á heimabunkanum beint nú. Tað er ikki sum at siga tað, at siga tað. Hatta var ikki eitt stamandi ekkó, men ein setningur at lesa umaftur. Tað er ikki sum at siga tað, at siga tað. Tað tekur ein hálvan tíma ella so at svara spurningunum í on-line kanningini Arbeiði og tú. Tá tú ert liðugur, hevur tú eina góða kenslu, tí tú hevur havt ein djúpt konstruktivan dialog við teg sjálvan um arbeiði, hvat arbeið er, og hvat tú í minsta lagi hugsaði at geva tínum starvsfeløgum í morgun, og hvat tú fært afturfyri á sama stað í sama høpi á sama degi.  Fært tú ongantíð sovorðnar spurningar, so er eyðsæð, at tú aldri reflekterar yvir hesi viðurskifti, sum uttan at vit gáa um tað, sleppa at fylla so nógv í okkara lívi, uttan at nakar human ressource mennari, ella tað, ið líkist, kemur á okkara leið. Bara einaferð í øllum mínum arbeiðslívi havi eg møtt einum HR-mennara. Tað var eitt stutt skeið eg arbeiddi hjá Tórshavnar kommunu. Skuldi eg ráðgivið stovninum við tí langa navninum, har Pál og Annika arbeiða, so var tað at seta ein spurning afturat: ”hevur tú nakrantíð møtt einum HR-mennara?”  Endamálið við spurningunum, sum svarast á netinum, er at kanna arbeiðsumhvørvið hjá øllum føroyingum, ið eru eldri enn átjan ár. - Við verkætlanini ynskja vit at savna inn vitan um sálarliga og likamliga arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum til tess at betra um arbeiðsumhvørvið í Føroyum. Tá kanningin er liðug, fara vit at greina úrslitini eftir t.d. kyni og aldri, fak- og starvsbólkum, vinnugreinum og øki, siga Annika Helgadóttir Davidsen, verkætlanarleiðari, sálarfrøðingur og phd, og Pál Weihe, sum er yvirlækni og professari. Tey undirstrika, at svarini verða dulnevnd og goymd trygt á einum ambætara í Føroyum, og at tað verður ógjørligt at síggja, hvat hvør einstakur hevur svarað. Men vilt tú vera við í kappingini um eina iPhone 12, so mást tú siga, hvør tú ert. Og, just sayin’, ráðstevan hjá Unesco, Global Media and Information Literacy Week, sum er í Suðurafrika hesa vikuna og verður stroymd til allan heimin um netið, hon verður lýst soleiðis. Millum filmar Týsdagin fer Norðurlandahúsið at vísa á stórskíggja í Dansistovuni, hvussu gongst, tá ársins fimm norðurlendsku filmar dystast um norðurlendsku Filmsvirðislønina, sum er 350.000 krónur. Í ár er tað 22 ára gamla suðursámiska Lena Cecilia Sparrok sum handar filmsvirðislønina. Hon hevði briljanta høvuðsleiklutin í svenska filminum Sameblod , sum Amanda Kernell gjørdi í 2016 og Heðin M. Klein innleiddi í Filmsfelagnum. Sjálvur havi eg sæð tríggjar av teim fimm tilnevndu filmunum. Danska filmin Dronningen sá eg í Filmsfelagnum 27. mars í fjør, tá Bárður Højgaard innleiddi. Tá hevði filmurin longu vunnið heimsins størstu filmsvirðisløn, svensku Dragon Award, sum er ein millión krónur. Dronningen er advokatur og umboðar makt, kryddað við ómtandari greði, í donsku yvirstættini. Tað hugtakandi við Dronningen er at kvinnur hava gjørt filmin. Allan vegin ígjøgnum. Í somáta helt eg Holiday vera enn áhugaverdari og í nógv størri mun hava tørv á at verða lyftur fram, sum ein tílík tilnevning altíð elvir til, serliga hjá einum lítlum ella smølum filmi. Í hvussu er í eina tíð. Danska dómsnevndin hevur skotið Dronningen upp at vinna norðurlendsku Filmsvirðislønina við hesi grundgeving: Hin íslendski Hvítur, hvítur dagur er annar filmurin frá Hlyni Pálmasyni, sum fyrstu ferð var frammi við danska Vinterbrødre, sum eisini varð vístur í Filmsfelagnum, eins og hesin nýggi. Hvítur, hvítur dagur, er jólafilmurin í Filmsfelagnum mikudagin hin 11. desember. Her eru vit í listaliga arthouse umhvørvinum og mugu, antin vit vilja tað ella ei, geva okkum undir listalig krøv, sum almenningurin heldur vera feinsmeckaraslig, tí tey eru munin færri, sum keypa billett og  síggja hetta slag av filmi, hvussu dugnaligur biografurin er at vísa tílíkan film og lýsa fyri honum, filminum. Og heilt komiskt verður tað, tá listaliga nýskapandi filmar verða seldir til sjónvarpsstøðir og Netflix at vísa, bara fyri at fáa restfíggingina uppá pláss, tí tær hava ráðini, sjónvarpsstøðirnar og stroymingartænastan, sum er so langt frá biografinum, sum slepst. Ja, summastaðni er biografurin farin í kríggj við stroymingartænastuna, sum til dømis Scorsese við nýggja stórfilminum The Irishman . Tí haldi eg ikki at hesin filmur fer at vinna. Hann er ov lítið fólksligur og ov listaligur, og so hava íslendingar so oftani vunnið norðurlendsku filmsvirðislønina. Kanska duga teir ov væl at tala fyri seg. Íslendska dómsnevndin hevur skotið Hvítan, hvítan dag upp við hesi rættuliga drúgvu grundgeving: Í Hvítum, hvítum degi fjallar leikstjórinn Hlynur Pálmason um sálarkreppu miðaldra lögreglustjóra sem missir eiginkonu sína sviplega. Ingimar er ófær um að gefa sig sorginni á vald og verður smám saman að skapillum einbúa sem leggur enga rækt við persónuleg tengsl, að frátöldu hjartnæmu sambandi við dótturdóttur sína. Karlmennskan er áberandi stef í myndinni en Ingimar er fjötraður af eigin vanmætti til að eiga afdráttarlaus samskipti við samstarfsfólk sitt, sem og dóttur sína og dótturdóttur, sem vilja sækja til hans samúð og stuðning á tímum mikillar sorgar. Sálarlíf Ingimars endurspeglast í sjónrænni frásagnaraðferð myndarinnar sem er í senn kynleg og ljóðræn. Austfjarðaþokan læðir sér niður fjallshlíðarnar og vofir yfir tilveru Ingimars líkt og draugur eða prísund. Viðsjált eðli þokunnar hefur verið umfjöllunarefni margra af helstu listamönnum Íslands og nærvera hennar vísar þannig í tiltekna skynjun sem einkennir íslenska list. Þungamiðja myndarinnar er áhrifamikill leikur Ingvars E. Sigurðssonar sem hins syrgjandi lögreglustjóra. Frammistaða hans sýnir þögla og djúpa örvæntingu Ingimars með hægum og öguðum hætti sem aðeins er á færi reyndustu leikara.   Norska filmin Blindsone sá eg á norðurlendskari filmstevnu í Lübeck, har eg heilt feriu hesa tíð í fjør, filmsferiu, og sá nítjan filmar frá týsdegi til leygardag, báðar dagar íroknaðar. Tað er ein filmur í sjálvum sær, at ganga inn og út úr filmum, og skifta orð við onnur um filmarnar, tú sást og nú fert at síggja. At verða millum filmar. Kanska er tað hin besti filmurin. Millum filmar. Av hesum fimm tilnevndu filmum, har eg bara havi sæð tríggjar, haldi eg at norski Blindsone er tann, sum liggur longst á, og tí er hin mest upplagd vinnarin eftir mínum hjarta. Tí hann liggur longst á. Hetta er fyrsti filmur hjá leikaranum, Tuva Novotny. Filmurin er one shot út í eitt og er ein tour de force frá tí gerandisliga, sum byrjar í fimleikahøllini í einum skúla, har vit møta púra vanligu gentuni, Thea, ið fylgist heim við vinkonum, sum fara hvør til sítt, hon finnur lyklarnar fram og letur hurðina upp til íbúðina, sum er á fjórðu hædd, har mamman leggur yngra beiggjan at sova, hon ringir til pápan, sum ikki svarar, fer inn í kamarið, skrivar í dagbókina og loypur út av vindeyganum. Meðan myndatólið uttan steðg tekur okkum við á hesa náðileysu ferð, sum í norska  Utøya 22.juli og lutvíst  Birdman og Sonur Sauls , varnast tú, at hetta er ein frásøgn um sálarliga órógv og hvussu familja, grannar og sjúkrahúsverk standa saman, tá neyðin er størst og alt er - kanska - ov seint. Tað er júst sum norska dómsnevndin sigur í grundgevingini, at velja henda filmin at vera eina av fimm, sum kappast um virðislønina. Finska filmin Aurora og svenska filmin Rekonstruktion Utøya havi eg ikki sæð. Góða kapping, tí tað er tað, hvørja ferð ein vinnari skal finnast at fáa eina heiðursløn ella virðisløn. Ein kapping. Akkurát sum í ítróttini. Vinnarin er bara ein og fyrsti taparin er nummar tvey. Soleiðis er tað, tá kappast skal. Havnin við mentan, handli og lívi Nýggjasta rødd, ið ger vart við seg um miðbýin í eini byltingartíð, er frá einum virknum vinmanni í Havn, ið hevur teknað inn á almenna býarkortið hjá Kortalinum.  Omanfyri sær hann fyri sær eina upplivilsisríkari leið heilt úr róðrarneystum við sjóvarmálan og niðan í Gundadal, har mentan, handil og ungdómslív allan vegin eru samanrennandi eindir og tankar, sum kunnu lata upp fyri nýggjum upplivingum, eisini í handilsligum høpi.   Niðast er við gulari striku teknað ein gongugøta úr Sandagerði og framvið róðrarneystunum í Álakeri, og ein líknandi gøta skal verða út á Skansan, kanska við endurbygdu gomlu brúnni, og neyvan longur yvir við Strond, tí har er enn so tung ferðsla á sama gamla smala vegi.  Av eini órørdari Skálatrøð, yvir í Vágsbotn og niðan gjøgnum Mentanargøtuna hugsar teknarin sær at ganga mest sum turrskøddur gjøgnum Steinatúni og fram við Finsen, og síðan steðga við ikki bara Sjónleikarhúsið, men komandi Tjóðpallin, sum skal verða á hesum øki, og um Tinghúsvegin knýta til SMS og tey nú so ljósu parkeringsplássini, ið eru tøk og óbrúkt um kvøldarnar. Á tann hátt kundi Sjónleikarhúsið, júst so sum vit kenna tað, fingið frið, sum tað byggilistarliga verk, tað er, og verið fyrsta stig í ætlanini at sambinda miðbýin við SMS.  - Bara ein tanki, forvissar vinmaðurin meg um, og heldur fram. Økið við Listasavnið verður víðkað við øðrum søvnum heilt yvir um R.C. Effersøesgøtu, har Fróðskaparsetrið skal vera, og beint omanfyri er alt ítróttarøkið í Gundadali, har bara nýggjur svimjihylur rúmast, innan fult er har.  Gonguleiðir skulu síðan verða niðan í nýggj ítróttaøkið omanfyri Ringvegin við Tórsbreyt og fram við Sundsvegnum, og til viks hinvegin til Norðurlandahúsið, sum er undangonguhúsið, tá tað snýr seg um ferðslutryggar gongutunnlar undir vegnum, sigur vinmaðurin at enda. Uttan fyri teknaða kortið er Havnin í stórum vøkstri, sum annan vegin er gleðiligt og hin vegin ein avbjóðing av tí lítið jaliga slagnum. Gleðiligt, tí her vilja fleiri búgva og leggja brúk og skatt eftir seg í samhaldsfasta kassan. Hinvegin eru avbjóðingarnar sjáldsama grefligar og sjónligar í júst hesum døgum, tí byggihávar skjótast upp at vinna lættkeyptar pengar í egnan lumma, tí kommunan, bæði hesa og undanfarnu setu, hevur sovið og loyvt ov nógvum í ov langa tíð.  Undrar meg, at eingin journalistiskt skrivandi búskaparfrøðingur javnt og samt hevur greinað og almannakunngjørt, hvussu nógvan umsetning kommunali vegurin Karlamagnusarbreyt hevur genererað húsanummar fyri húsanummar av pengum í privatar lummar og hvør samanlagt hevur forvunnið mest og fyri hvat.  Samstundis er politiska afturhaldsmynstrið í landinum, at Bústaðir skulu ikki sleppa at byggja í hesum størsta vakstarøki, samstundis sum sjálv havnin skal byggjast út, so enn meira farmur og larmur kann leggjast upp og fraktast títtari og í enn størri treylarum eftir sama gamla vegnum yvir við Strond, har lívshættisligt er at ganga og eingin loysn, ein frakttunnil til dømis, er í ljósmála á nøkrum hugsaðum tekniborði.  Her hongur so illa saman, tí so fá tala borgaranna søk. Tað eru bilar og materialistisk virði, ið hava fest seg í hugan hjá politikarum í Havn.  Tykist, sum menniskjan, ið fyrr bara var kastibløka úr skuffu í skuffu, nú er vorði hatursobjekt nummar eitt hjá fremstu og maktfullastu politiskum flokkum bæði á tingi og í býráð.  Men hov, eru tað ikki menniskju, ið eiga atkvøðuseðilin? Hugsa um tað. Í minsta lagi fjórða hvørt ár.  Nær blivu bústaðir bara pengar? Fyrr, tá alt var betri, tosaðu arkitektar um at byggja í samljóði við lendið, lata ljós skína gjøgnum húsið, ið skuldi vera ein organisk vera, sum altíð segði nakað um tey, ið har búðu. Húsið var teirra narrativ. Serliga var tað arkitekturin Palli Gregoriussen, ið plagdi at taka til, at tú altíð skuldi byggja í og við lendinum, og aldri uppímóti ella í andsøgn við lendið, tá tú vart arkitektur og skuldi tekna og byggja hús fyri fólk at liva í. Men so hendi tað bráddliga, haldi tað var í Hoyvíkshaganum, har fólkatalið eksploderaði og eftir ongari tíð bleiv tað næststørsta í landinum, eins stórt og í Klaksvík. Í hesi gongd við vøksturi, tilflyting og tiltakandi íbúðarneyð, veksur fram ein sjálvsagdur vilji at betala tað, sum tað kostar, at fáa tak yvir høvdið og seta fót undir egið borð, sum sagt varð fyrr. Fót undir egið borð. Ein heil messa í Ítróttarhøllini á Hálsi, har tú skuldi betala fyri at sleppa inn, fyri at vita, hvør best kundi selja tær eini hús, sum tú kundi ganga runt um og sjálvur mála. Sjálvt sosialdemokratiskir flokkar, røttu megin trúnna uppá menniskjað, tvíhildu um, at íbúðarbygging var ein privatsak, sum avgjørt var fyri hin einstaka. Sjálvt nýggjastu borgarstjórar í høvuðsstaðnum hava tvíhildið um hesa sannkenning og harvið forðað fyri, at kommunalið á nakran hátt medvirkaði í at geva borgarum, sum í eitt mannaminni høvdu búð í sosialum bústøðum í øðrum londum, nakað at búgva í, tá tey lurtaðu eftir lovorðum um at koma higar, tí her var arbeiði og vælstandur til allar hendur. Men ongar íbúðir. Seinastu fáu árini hevur látipípan fingið annað og enn meiri ønskriligt ljóð. Trýstið á bústaðarmarknaðin bleiv so stórt, at afturúrsøkkingin og droppið í hagtølunum, tí einki varð bygt ella útstykkjað í so mong ár, har sum flestu vildu og enn vilja búgva, gjørdi, at byggimatadorarnir og íbúðahávarnir stungu seg upp sum hundalond. Tað er ein nátturulóg, at har sum pengar eru at forvinna, har savnast grammleikans gírigheitir sum skrapa á steini at gera eitt Klondike. Her eru so nógvir pengar at forvinna, at smíðast skal meðan neyðin er størst. Og so er tað sum í syðra Afrika, har Desmond Tutu varð so hjartansfegin um hvítu prestarnar, sum komu at lesa fyri teim svørtu úr Bíbliuni, men – hov – tá vit hugd upp, høvdu teir tikið landið.  Soleiðis er við sosialu byggingini hjá nývilligu byggimatadorunum. Teir vilja tær tað besta, men bara um teir vinna pening og eru konstant í góðari øgn við byggimyndugleikarnar og helst sleppa at bestemma frammanundan, hvat lendi verður lagt út til hvat og hvussu nógv, stórt og høgt byggjast kann, og hvussu nógv kunnu sperrast inni í konteynarum at vera. Ja, vera, tí hetta er hvørki talan um at liva ella búgva í menniskjansligum forstandi, men at vera í eini transitlegu, sum tú hevur ráð at betala, innan tú kanst selja konteynaran aftur og fáa íbúð nummar tvey at búgva í, hevur tú ráðini. Í hesum profittmaksimerandi mammonsmelduri fær Húsalánsgrunnurin ein nýggjan, sosialan profil. Undir navninum Bústaðir vil hann byggja íbúðir í hópatali til fólkið, sum fólkið kann betala. Arkitektteknaðar íbúðir, sum eru hugsaðar til menniskju at búgva trygt og heilsugott í, heldur enn at vera ein ivasom kontrabók, sum leigarin ikki kann annað enn at seta seg í lívlanga skuld fyri hjá einum íbúðahávi og hansara banka. Nær var tað, at íbúðarbygging helt uppat at tæna menniskjanum, og gjørdist eitt mammonsaltar uttan líka hjá teimum, sum saman við ómenniskjansligum politikarum, ið bara hugsa sjálvsentreraðan búskap niður í egnan lumma, tá tey sleppa at umsita fólksins Bústaðir? Hvussu kunnu Bústaðir frá degin til annan skifta fokus frá at hugsa menniskjansligt býli, til bara at hugsa turrisliga ómenniskjanslig tøl og einki annað? Hvussu, nær og hví hendi tað skiftið í Bústøðum, at allur byggiestitikkur varð sleptur til frama fyri eini deyðari kontrabók? Nei, eg bara spyrji, tí eg undrist, at skilagóð fólk fáast at ganga sovorðin ørindi.    Heystkvøld í Havn Tað er heyst, og eftir klokkuni er summartíðin um at renna út, soleiðis sum vit síggja hana hiðanifrá, verðina og tíðina. Tað er fríggjakvøld, John Mikkelsen tekur ímóti og bjóðar til heystkvøld, sum er næstsíðsta tiltak á gastronomiska kalendaranum í ár. Við Áarstovubrøðrunum í túninum eru hesi hús eitt ikoniskt eyðkenni har vágin, Kongabrúgvin, gamli býlingurin úti á Reyni og so høvuðstaðurin, sum hann leggur seg út fyri tí ferðandi eftir Áarvegnum, niðan á Vaglið og oman í hina vágna, verða bundin saman. TripAdvisor, sum er brúkarastýrda tænastan hjá teimum, ið ferðast, hevur altíð sett Áarstovu ovast. Tað er sjón fyri søgn. Tað er fult hús, og ikki bara móðurmálið, men eisini fremmand mál, kanska heilt úr fjareysturi, hoyrast frá borðunum í ymsu hæddunum. Barba Svabo Hansen greiðir frá um serstøku heystskránna í kvøld. Matstovuleiðarin, John Mikkelsen, sum júst hevur verið í Bordeaux og vitjað vínvinir hjá matstovuni, skeinkir nýtt ófiltrerað heystbryggj frá Føroya Bjór við byggi úr Kollafirði. - Ein yvirgeraður IPA-ølir, sum Johan úr Havn sigur, kanska sum eitt aftursvar til at klaksvíkingar siga hon um kendasta streingjaljóðførið. Karamell er í maltinum, og greiðar kryddábendingar eru til taran frá Agnes Mols Mortensen og, umframt byggið, eisini ein farri av nøtum og jólaligum mandlum. Savnandi angin úr glasinum er framúr. - Hoyggjhúsbjór av besta slag við smakknotum av slambur, sigur Jóan Pauli Joensen, ið skrivar nýggja bók um føroyska húsið, sum Sprotin fer at geva út, tá alt er sankað og lagt í løðu. Eftir livandi vælkomudrykkin er fyrsti av seks heystrættum hjá kokkinum Sveini Patursson  Sjórák og Trøllaskinka , sum er Múlaosturin hjá Johan, ið er frá Arla og turkaður í fremsta KÍ-býnum, Klaksvík, og skinkan, ið upprunaliga er frá Danish Crown, men eisini er turkað har norðuri. Afturvið eru snerkt byggkorn, sum saman við ófiltreraðu Klaksvíksølini við Kollfjarðarbyggi geva ein raffineraðan smásmakk, sum kundi verið doyptur Kollafjarðarkalypso. Jóan Pauli sigur frá um heystið og slaktið, og alt tað, ið skarst av, eisini hvítanýru av veðri. Komi í tankar um frálíku myndabókina hjá Olavi Schneider Heystsuita frá 2006, tá matskráin hjá Sveini sigur Lambssuita, sum er súlta av lambi, flísaskorin reyðrót og raspað hvítanýru omaná. Afturvið er ein framúr Mikkeler bjór av belgiskum slag við smakki av sitrus og pipar. So kemur størsta avbjóðingin, sum er fíntmalin lambslivur, livramousse, livur, sum er hjómað , og løgd undir snerkt rugbreyð afturvið reyðberi, sum eisini er hjómað , malið til mousse, sum iltar og konsentrerar smakkin, og tað í so stóran mun, at eg klípi og eti ikki upp. Men so gevur John eini góð ráð, sum avdúka fakliga kunnleikan at para ein ávísan drykk til krevjandi mat. - Royn fyrst svalliga franska Riesling vínið frá Beyer í Alsace, royn so aftur og legg allar tríggjar partarnar í máltíðini saman, og skola so góman við andalusiskum Amontillado sjerri, sigur John. Ein krevjandi men framúr uppliving av smakki, lukti og strukturi eitt heystkvøld í Havn. Nú fara vit at súkla til Suðurfraklands, sigur John, sipar til fronsku súklukappingina Tour de France og tosið fellir á Jørgen Leth, sum tað vit vita, ikki hevur verið í Føroyum enn. Umframt frásøgumaður er hann framúr filmsleikstjóri, serliga við heimildarfilminum 66 scener fra Amerika  (1982), har hann filmar Andy Warhol sum etur ein hamburgara við ketsjupp á svaðasvørði. Men við Áarstovuborðið er karmurin Rhône dalurin og málið er Ventouxfjallið, sigur John. Berjaangin, sum slær upp í næsarnar, er eins góður og myrktmettaði liturin í djúpu gløsunum. Stóra fløskan gevur betri ilting, sigur John. Vínummælarin Robert Parker gevur 90 stig og sigur í The Wine Advocate: "Delas has done a good job with their Ventoux over the years, and the 2017 Ventoux is perhaps their best yet. It offers hints of concrete dust or crushed stone layered over subtle cherry aromas. The unoaked 80-20 blend of Grenache and Syrah is medium-bodied, with a velvety feel and dried spices and Bing cherries on the silky finish." Tosið fer gjøgnum gastronomisku skránna, sum einaferð var taraseyður úr Orknoyum við bjóri haðani. Hóast samanberingarnar avgjørt vóru føroyska lambskjøtinum til fyrimunar, var áhugavert at smakka orkadiska lambskjøtið, sum tarin hevði litað myrkt og givið ein annan tekstur, enn vit eru von við. Og alt samalt tí at oyrkningar vildu sleppa av við seyðin, sum beit alt av. Men hann yvrlivdi og bleiv mest sum svartur í kjøtinum, nakað sum svartfuglur, men mildur, ógvuliga mildur í smakkinum. Næsta gastronomiska átak er  ostakvøld í Fútastovu  fríggjadagin 8. november, tá John Gynther frá Arla verður við. Nú kemur Svein inn á borðið við reyðu Le Creuset grýtuni. Í henni er høvuðsrætturin, sum er kjøt av lambstjógvi kryddað við dild og ongum minni enn rækjum. Tað havi eg ikki roynt áður, men tað riggar væl. Afturvið er gularót av Sandi og eplamorl við persillu. Má venda aftur til rækjurnar, sum geva reyðu heystgrýtuni ein heilt serligan karakter og smakk afturvið franska reyðvíninum. Eftir høvuðsmáltíðina eru stundir at ganga upp trappurnar og vitja felagar, sum eisini eru partar av gastronomisku matskránni, skifta orð um samansetingina í kvøld og næstu skránna og ætlanina við altjóða osti og passandi víni í grannahúsunum heima í Havn. Lagið er gott og maturin sjunkar so passandi. Niðurafturkomin er rabarbudessertin frá Maud á Trøllanesi komin á borðið. Afturvið er sjerri frá spanska Bodegas Ximinez Spinola við teim hugtakandi etikettunum og bókstavunum, sum í grafiskari útsjónd eru list í sjálvum sær. Sponsk bókstavalist, antin tað er sjerri afturvið rabarbunum, ella úrvals brandy afturvið ræstkjøtasjokulátuni, sum við kaffi er sætti og seinasti rættur í Áarstovu hetta hugfarsliga heystkvøld. So er at spáka heim í ivaveðrinum, nú hann øtlar, einamest tí at summartíðin er um at renna út, men eisini tí at høvuðsstaðurin kennur seg at verða fyri sjáldsomum avbjóðingum norðanifrá. Avbjóðingum, sum verða avgreiddar seinrapartin leygardag í Gundadali, har javnleikur er nóg mikið hjá norðara liðnum. Tað hevur regnað meðan vit hava sitið til háborðs hjá John og teimum í Áarstovu, men enn er kvøldsýnið gott yvir høvuðsstaðin. Manga takk og takk fyri skiftið , sum norðmenn siga, og sipa til selskapið og samskiftið. Frelstir føroyingar velja Trump Frelstir føroyingar velja Trump, russarar eru áhugaðir í Føroyum, klaksvíkingar kanna seg treyðugt fyri korona og vit vilja hava ópolitiska uppstilling til kommunuvalið. Annars stendur væl til í Føroyum.  Eftir einum tíma hava 200 fólk lisið fleiri enn 3000 síður í nýggja talgilda blaðum hjá Portalinum, Blaðið Vikuskifti, har lýsingar eru niðast á hvørjari síðu. Klokkan níggju hava 420 fólk lisið. Tað er fyrstu ferð at eg hava sæð hesar upplýsingar kunngjørdar, sum pressan annars hevur hildið inni við seg sjálva.  Blaðið er ljóst og lagaligt at lesa á skerminum, sum er pallurin, heldur enn pappírið. Eyðkennið er lagaligi teksturin. Enn kostar Blaðið einki, men skilligt er at lesarin skal rinda fyri framhaldandi at sleppa at lesa. Veit ikki, hvussu villigur lesarin er at gera tað.   Pappírsbløðini fækka, vikuskiftisblaðið hjá Sosialinum hevur javnt ein høgan standard, sum enn ger tað verdugt at taka upp í hondina, meðan Dimma er ov misjøvn, seinast við eini fínari grein, sum er prentað uppaftur, tí alt kom ikki við í fyrru vikuni, og upprunaliga hevur høvundurin skrivað somu grein í donskum blaði í juni. Man undrast um redaktionellu viðurskiftini á blaðnum, sum í seinastuni hevur skrúvað upp fyri eini nýggjari webredaktión, eins og Portalurin nú ger.  Alt nýtt journalistiskt er vælkomið, bara tað er vælskrivað, fangar eitt rák og tykist væl skipað. Tað ger Blaðið Vikuskiftið. Um tað er nóg mikið og fer at skapa ein nýggjan lýsingamarknað, kann bara tíðin vísa.  Skilligt er at fótbóltur er fremsta sølumál hjá allari føroysku pressuni. Avbjóðingin er at fanga og halda fast í restini av lesarunum. Higartil sær tað gott út. Til lukku við tí! Skál vinnur í Chicago Til lukku! Føroyski heimildarfilmurin Skál, ið lýsir Daniu O. Tausen, sum flytir av Toftum til Havnar, møtir Trygva Danielsen, fer at lesa á Setrinum og gevur út yrkingasavnið Skál, hevur vunnið gyltu Hugo virðislønina í Chicago.  Leikstjórar eru Maria Tórgarð og Cecilia Debel. Silvurvirðislønina vann Babi Yar. Context, sum Sergei Loznitsa úr Ukraina hevur gjørt. - Eg valdi at savnið skuldi eita Skál, tí at tann síðsta yrkingin í bókini eitur so, og hon er tann yrkingin, sum vekur mest áhuga og tekur mest kontroversielt upp. Tað er eisini ein befríðandi tittul. Ein fagnaður til lívið. Ein skál kann rúma nógvum, og at skála er at hyggja hvønn annan í eyguni og savnast um okkurt. Og tað er vakurt og passar væl til, haldi eg. So kunnu summi halda at tað er ov fjasut, ella myrkt ella alkoholfokuserað, men tað er ikki soleiðis eg síggi tað. Og tað, at Maria og Cecilie vildu kalla filmin fyri Skál eisini, kann eg bara vera glað um, sigur Dania í samrøðu við Birkblog. Í filmskránni í Chicago er greitt, at tað er ikki bara James Bond og íslendska location felagið TrueNorth, ið eru hugtikin av at brúka Føroyar í filmi.  Tveir norðurlendskir leikstjórar hava fyrr vunnið Gylta Hugo fyri egnan spælifilm. Teir eru Jan Troell úr Svøríki, sum tvær ferðir hevur vunnið virðislønina, og finski Aki Kaurismäki. Filmstevnan The Chicago International Film Festival hevur ein rættuliga alternativan dygdarprofil. Flestu av fremstu evropeisku leikstjórum, teirra millum Wim Wenders, Krzysztof Kieślowski, Mike Leigh og Michael Haneke, hava vunnið leikstjóravirðislønina fyri spælifilm. Í gjárkvøldið var høvið at síggja Daniu syngja egnar sangir við einum framúr orkestri í røðini Í luftini, har Rólant Waag Dam er vertur og upptøkan er gjørd í samstarvi við Faroe Music Export. Tað grør um gagandi fót í føroyskum filmi, tónleiki og skaldskapi. Tríggjar ferðir skál og til lukku! Avbjóðingar í sambandi við skúlabygging Undir felags yvirskriftini Nemandi umhvørvi á Altjóða Arkitekturardegnum leygardagin fer Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, at greiða frá um leiklutir og avbjóðingar hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í sambandi við skúlabygging. Frágreiðingin hjá Jenny er partur av trimum fyrilestrum, sum byrja klokkan 14 og eru um skúlar. Formaðurin í Arkitektafelagnum, Svend Sivertsen, sum er á teknistovuni FuglArk, fer at hugleiða undir yvirskriftini Minni serskúlar ella stórir meginskúlar? Síðan fer Kári Dal-Christiansen frá Teknistovuni Kontrast at greiða frá um Tórshavnar Musikkskúla. Tað er altjóða arkitektafelagsskapurin, The International Union of Architects, sum í 1985 skipaði fyri fyrsta altjóða arkitekturdegnum. Dagurin hevur síðan verið afturvendandi tiltak í fleiri londum á hvørjum ári í oktober mánaða. Arkitekturardagurin í Føroyum verður í ár hildin í Perluni í Havn og er fyriskipaður av Arkitektafelag Føroya. Í Perluni kunnu arkitekturáhugaði gleða seg til fyrilestrar og eina forvitnisliga framsýning, har arkitektar sýna fram hugskot og avrik. Landsverk hevur tikið lut í hesum tiltøkum gjøgnum árini. Arkitektar haðani hava havt fyrilestrar, skrivað greinar, og hava eisini skipað fyri undirvísing um arkitektur í fólkaskúlanum, sigur Landsverk í tíðindaskrivi. Teknistovan EYA hevur gjørt plakatina. Skráin fyri arkitekturardagin 2019 er henda: Perlan Kl. 12:30: Framsýningin “Nemandi umhvørvi” letur upp í Perluni. Kl. 13:00: Formaðurin í Arkitektafelag Føroya, Svend Sivertsen, bjóðar vælkomin. Kl. 13:05: Borgarstjórin í Tórshavn, Annika Olsen, bjóðar vælkomin og setir arkitekturdagin 2019. Kl. 14:00: Fyrilestrar: Minni serskúlar ella stórir meginskúlar? Svend Sivertsen frá teknistovuni FuglArk og formaður í Arkitektafelagnum hugleiðir. Leiklutir og avbjóðingar hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í sambandi við skúlabygging. Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, greiðir frá. Tórshavnar Musikkskúli. Kári Dal-Christiansen frá Teknistovuni Kontrast greiðir frá. Rundvísingar ymsa staðni í Tórshavn Kl. 15:15: Tórshavnar Musikkskúli. (Landavegur 84A). Rundvísing og frágreiðing á staðnum. Kári Dal-Christiansen frá teknistovuni Kontrast greiðir frá. Kl. 15:15: Skúlin á Fløtum. (Janusargøta 10, oman fyri Musikkskúlan). Rundvising og frágreiðing á staðnum. Ragnar Zachariassen frá ZETA arkitektar greiðir frá. Kl. 16:15: Tórshavnar Musikkskúli. (Landavegur 84A). Rundvísing og frágreiðing á staðnum. Kári Dal-Christiansen frá teknistovuni Kontrast greiðir frá. Kl. 16:15: Landssjúkrahúsið, nýggi H-bygningurin. (Inngongd niðan fyri sjúkrahúsið). Rundvísing og frágreiðing á staðnum. Nina A. Arge frá Selmar Nielsen Arkitektar greiðir frá. Perlan Kl. 17:45: Perlan: Formaðurin Svend Sivertsen endar arkitekturdagin. Kl. 18:00: Framsýningin letur aftur. Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru vælkomin. Tríggir nýggir holocaustfilmar Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninia Í Týsklandi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum hevur heitið Als Hitler das rosa Kaninchen stahl. Filmurin byggir á skaldsøgu hjá Judith Kerr, sum í 1972 skrivaði When Hitler Stole Pink Rabbit. Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum. Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur um allan heim. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019. Í týska filminum fylgja vit jødiska húskinum, sum flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London. Týska Caroline Link hevur gjørt filmin, sum byggir á sjálvævisøguligu metsølubókina hjá Judith Kerr. Størsta brotsverkið Í Noregi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum byggir á hendingar har í landinum, og hevur heitið Den største forbrytelsen. Filmurin byggir á søgu hjá Marte Michelet, sum kom út í bók í 2014. Leiksstjóri er Eirik Svensson. Skakandi søgan er um norskar hermenn, ið hildu við týskinum og vórðu nevndir frontkjempere, ríkisløgregluna og nazistisk skrivstovufólk, sum øll elvdu til at norska jødatýningin kundi fremjast eftir ætlan. Fyrst í 1900-talinum koma ungu jødisku hjúnini Benzel og Sara Braude til Kristiania, sum norski høvuðsstaðurin tá kallaðist. Tey búseta seg í Grünerløkka og fáa fýra børn: seymikonuna Helenu, kommunistin Ísak, sjónleikaran Harry og kenda nevaleikaran Charles. Í hinum endanum á býnum býr Stian Bech, ið er sonur antisemittiska hægstarættardómaran Bech, og roynir at gera øllum til vildar. Ein kaldan vetrardag í 1941 fær Stian møguleika at vísa seg, tá Wilhelm Wagner kemur til Oslo við boðum frá trygdarløgregluni í Berlin at skráseta allar jødar í Noregi. So verða persónar og hendingar tvinnaðar saman í skakandi søguni við heitinum Den største forbrytelsen. Hvussu kundi tað koma so vítt? Journalisturin Marte Michelet, dóttir Jon Michelet, sum var blaðstjóri á avísini Klassekampen, hevur skrivað søguna, ið byggir á veruligar hendingar. Í 2014 fekk hon Brage virðislønina fyri bókina. The Painted bird Tá nazistarnir undir øðrum Verðaldarbardaga byrja at hóptýna jødar í Eysturevropa, senda eini jødisk hjún sonin út á bygd at vera hjá mostrini, har hann kann fjala seg. Men tá hon bráddliga doyr, noyðist einsamalli drongurin at klára seg í einum veruleika, ið er stýrdur av haturi, ræðslu og harðskapi, har hvør dagur er ein bardagi fyri at yvrliva í einum fyrilitarleysum samfelag, sum russiskir og týskir hermenn stýra við harðari hond. Tá kríggið er av, veksur persónligi bardagin innan í honum at finna seg sjálvan. The Painted Bird er ein rá og ótilgjørd lýsing av skakandi støðuni undir krígnum í Eysturevropa, sýnd í svørtum og hvítum og tikin á 35mm filmi, har kendir leikarar leggja afturat søguni, ið aldri má henda aftur. Vit síggja Harvey Keitel, Stellan Skarsgård, Barry Pepper, Udo Kier og Julian Sands. Jerzy Kosinsky (1933-1991), sum eisini skrivaði Being there, hevur skrivað samnevndu søguna, sum filmurin The Painted Bird byggir á. Filmurin er hin fyrsti at verða gjørdur á konstrueraðum interslaviskum máli. Almennur minningardagur um Holocaust og onnur fólkadráp er mikudagin 27. januar. Heimlig viðurskifti í undirvísingini At styrkja næmingar við vitan um heimligt tilfeingi, er drívmegin hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi. Í gjár fekk hann evropeiska virðisløn fyri talgilda undirvísingartilfarið “Sjófeingi”, sum Nám eftir stuttari tíð hevur gjørt saman við føroysku vinnuni. Í sambandi við virðislønarhandina í Námi, greiddi Eyðun frá, hvussu nýskapandi tilfarið í náttúru og tøkni bleiv til. - Bakkafrost vendi sær á sumri í 2019 til okkara um ger av talgildum tilfari til miðdeild viðvíkjandi aling. Veturin 2019/2020 samskiftu vit aftur og fram, og gjørdu so av at bjóða tilfarið út á Keypsportalinum hjá Gjaldstovuni í august í fjør, sigur Eyðun. Útboðsheitið, sum varð “talgilt undirvísingartilfar um føðslu og burðardygd”, er ætlað næmingum í 4. - 6. flokki, har føðsla, burðardygd og ábyrgdarfullur matídnaður eru evnið. Í lýsingini varð sagt, at tilfarið skal fevna um leiklutin hjá alivinnuni og fiskivinnuni í Føroyum og at undirvísingartilfarið í vavi skal fevna um 10 undirvísingartímar. Tilfarið skal stuðla undir hugleiðandi, hugfangandi og djúphugsandi læring, sum tekur støði í viðkomandi námsætlanum og teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning.  Vinnarin av útbjóðingini gjørdist teldufyritøkan Tökni, sum saman við Sjókovanum bjóðaði seg fram at gera tilfarið undir ritstjórn av Námi.  Tað hevur í tilgongdini verði eitt krav, at eins og í øðrum útgávum, er tað Nám, ið hevur ábyrgd av, at tilfarið heldur seg til námsætlanir. Í útbjóðingartilfarinum og í sáttmálanum við Tökni og Bakkafrost er staðfest, at ”Verkætlanin má á ongan hátt vera merkt av, at ein einstøk fyritøka vil føra seg fram ella hava fyrimun av tilfarinum”. - Sum stjóri í Námi var eg enntá so avgjørdur hesum viðvíkjandi, at Bakkafrost vendi sær aftur til mín og spurdi, um hetta merkti, at tey ikki fingu loyvi at brúka tilfarið. Men soleiðis skuldi tað ikki skiljast, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi, sum ger vart við, at endamálið hjá Námi er at gera gott og álítandi tilfar, har spurningar ikki skulu setast við habilitetin.  - Hóast hetta hava nógvir spurningar verið settir við sama habilitet hjá Námi, sigur Eyðun, sum las brot úr frágreiðing, ið hann gav landsstýrismanninum, Jenisi av Rana, um júst sama útgávumál. - Tá útgávur verða avtalaðar, er tað í sáttmálum. Í hesum føri verður í grein 2 sagt:“Fyri at tryggja, at talgilda frálærutilfarið samsvarar krøvum í námsætlanunum fyri lærugreinarnar heimkunnleika og náttúru og tøkni í ávíkavist námsfrøðiliga partinum (læring), fakliga partinum (innihald), tøkniliga partinum (kt), er neyðugt at talgilda frálærutilfarið verður ment í tøttum samstarvi og sparring millum partarnar”.  - Harvið metir Nám seg at hava lagt eitt skott ímillum fyritøkurnar og tilfarið, sum Nám ritstjórnar, ið leggur dent á, at alt útgivið tilfar ikki bara í hesum føri, men altíð, byggir á galdandi námsætlanir, segði Eyðun, sum veitsludagin í Námi greiddi frá arbeiðsgongdini í aktuella førinum. - Fyri Sjókovan hevur Unn Laksá staðið fyri arbeiðinum, og Ólavur Ellefsen, stjóri í Tökni, hevur fylgt arbeiðinum tætt. Fyri Nám var Rannvá Hansen ritstjóri, og Tóri Slættalíð kt-didaktikari lyfti síðan ritstjórnarliga partin. Eitt slíkt samstarv ímillum vinnu og ein almennan stovn hava eisini aðrar avbjóðingar. Ritstjórarnir í Námi eru vanir at arbeiða í drúgvum verkætlanum, men ikki í skjóta SCRUM háttinum, sum Ólavur lærdi okkum. Vit hava gransking og námsfrøðiligar læruhættir í hásæti, tá vit hugsa nýtt tilfar, og eru ikki ein samlibandsfabrikk, segði Eyðun ertandi, men kundi tó taka saman um, at samstarvið við Tökni, Sjókovan og Bakkafrost hevur verið sera gevandi. - Fyri mítt viðkomandi angri eg ikki eina løtu, at vit fóru undir hesa verkætlan, segði hann og vónaði, at vinnan framyvir fer at gagnnýta hendan møguleikan uppaftur meira, soleiðis at okkara næmingar í mest møguligan mun fáa vitan um okkara egna tilfeingi, og ikki danskar pensilingrísar og danskar skógir, tá vit hava eina ríka náttúru at taka av, segði Eyðun Gaard, stjóri í Námi at enda, tá silvurvirðislønin frá Belma varð handa í gjár fyri nýskapandi tilfarið “Sjófeingi”. Ungdómsútvarp er framtíðin Meir enn eina fjórðings milliard til ungdómsútvarp í fýra ár. Tað er upphæddin, sum talgilda danska útvarpsstøðin Loud fekk í gjár. Støðin er ikki til enn, so eingin kennir til hennara stamina og leveringsdygtigheit , men hon hevur í kapping við tvær aðrar støðir fingið risastóru játtanina til at byrja um eitt hálvt ár. Afturfyri skal útvarpsstøðin 24/7 sløkkja í næstu viku og gevast eftir átta árum við nýskapandi útvarpi har í landinum. Landinum, haðani vit fáa øll tíðindi, landinum, sum er hundrað ferðir størri enn vit, og sum vit tí spegla okkum í, landið sum uppá gott og ilt er prentað á okkara nakka og pannu, bara vit opna ein miðil. Tað er til gerandis okkara avbjóðing. Her heima sæst ein feril av hesum átaki aftur í sendingini Pressan , sum Kringvarpið á egnum frekvensi hevur útveitt, so onnur fólk, enn tey, sum eru har í húsinum, sleppa at gera tilfarið. Útveiting av public service fyri almennar pengar, skattapengar, sum tú og eg rinda her í landinum, uttan at teir, pengarnir, verða sendir av landinum, venda á einum donskum kontóri og verða sendir okkum aftur eftir umsókn, sum eini rættindafelagsskapurin hevur sannført okkum um at tað er rættast at gera. Í nógv størri mun verða nógv størri upphæddir sendar av landinum, ístaðin fyri at virka og skapa avkast og innovatión her í landinum. Men tað er ein onnur søga. Heimliga sendingin Pressan riggar fínt, og er eitt gott dømi um almenna viljan at slóða fyri góðum útvarpi. Tí útvarpsland eru vit burturav, tað er mítt uppáhald. Hóast hetta er sendingin eindømi um varandi og afturvendandi talusending við einum greiðum profili á útvarpsskránni. Sama er galdandi fyri hálv- og heilalmennar mentanarstovnar, ið hava upplivingar av palli og veggi sum endamál, og so eitt sindur av bilettsølu. Ikki at teir eru so góðir og nær námindi leveringsdygtigir, hesir mentanarstovnar, men við okkara skattapengum rinda vit eisini fyri teir, summar meir og summar minni, eins og vit gera tá strandferðsluskipini og bussarnir sigla og koyra við fáum til støð, har færri búgva, fyri at halda fast í eini veitingarskipan, sum skal møta og tæna øllum í einum kollektivum samfelag. Tað, sum er interessant í hesum talgilda danska útvarpsátaki er annan vegin komandi arbeiðstakarin, sum nú bjóðar sær til, og sum eisini er málbólkurin sjálvur, ungdómurin, sum talgildi útvarpsmiðilin burturav vil dyrka frá fyrsta apríl næsta ár. Fyri 70 almennar milliónir um árið í fýra ár á rað. Tað, sum hinvegin er minst líka interessant, er samstarvið við almennar mentanarstovnar sum Tjóðsavnið, eksperimenterandi spælistøð og privatar konsertfyrireikarar sum Roskilde festivalin. Avsendarin á umsóknini kallar seg Kulturradio Danmark A/S, sum eigur útvarpsstøðina Loud , sum enn bara eru tankar. Sama kundu vit gjørt, við danska lærumeistaranum í huga. Enduruppfinna Røddina , eina talgilda ungdómsútvarpsstøð, sum samstarvaði við menatanarstovnar og vakti teir úr dvala við at kroysta teir út í mikrofonina, og varisliga royndi at nærkast konsert- og eventfyrireikarum uttan at tey renna av stað við mikrofonini. Danmarks Radio hevur fingið innlit í umsóknina og kann avdúka, at hóast talan er um “talu-radio” hevur spælistaðið Vega bundið seg til at gera fýra tímar um vikuna við nýggjum heimligum tónleikanøvnum, og at tónleikaleiðarin og programmleiðarin einaferð um vikuna skulu spæla tann tónleik, sum konsertirnar á hesum spælistaðnum byggja á. Og við spælistað skilst altso privatkapitalistiskan bilettbundnan aktivitet á palli, og ikki á skattafiggjaðum spælistaði, sum vit kenna tað úr Gundadali og úti um landið. Útvarpsstjórin, Ann Lykke Davidsen, sum sæst omanfyri, vísir aftur øllum tankum og ákærum um at útvarpsstøðin Loud fer at verða í lummanum hjá samstarvspørtunum, sum skipa fyri lokalútvarpi, framsýningum, sjónleiki og tónleiki. Høvið, at lata júst tey, sum als ikki lurta eftir útvarpi, sleppa at definera og gera útvarp eftir egnum høvdi fyri almennar pengar, er fyrimyndarligt og framúr. Tað kunnu vit læra nógv av. Og mentanarstovnarnir kunnu medvirka í eini nýggjar ringrás, sum bara er positiv, tað eg dugi at síggja. Skuldi nakar ivast, so er tað útvarp, sum er framtíðin. Hvar fara vit nú? Henda mynd, ið hevur fýra ár á baki, tikin mentanarnáttina í 2016, fekk meg í vikuni at eygleiða ferðafólk, foreldur og tvey børn, sum eins og hesi komu úr Vágsbotni.   Skilliga ætlaðu tey sær niðan á Vaglið, lítla húskið á ferð.  Men standandi undir trappuni, vistu tey ikki hvønn veg tey skuldu fara, tí her koyrdu bilar alla tíðina, og eingir gonguteigar eru at fara eftir.  Nú steðgar ein bilur í brattanum, at lova teimum yvir um vegin, men tey skilja ikki signalini frá tórshavnska føraranum, og hvaðna minni vita tey nakað um smoguna fram við Pisshúsinum, sum hann peikar á, og ei heldur panoramatúrin á trappuni hinvegin, gjøgnum Boysensgarð, tá hann á skundútlendskum nevnir tann møguleikan, og sigur so við álboganum á hurðini okkurt um at kasta perlur fyri jazz, innan hann koyrir víðari so ljóðleysur, at eg haldi at hann í minsta lagi vera hybridur. Av horninum við Hvonn, har eg siti við Mercedesrættið, gevi eg mær góðar stundir at eyglaða interaktiónina við útlendska húskið mitt í Havn.  Oman úr mentanargøtuni er eingin bilur í reyvini, so eg tyggi eitt splittsekund ella tvey at memorisera spansku trappuna í uppskotinum hjá Hans Mortensen og Gunnar Hoydal akkurát á hesum stað í “Havnin innan fyri Stóragarð - hugsjónir og visiónir”. Hóast faktiska trappan í dag er framúr væleydnað - nógv betri enn nakar hevði hugsað sær, tá hon varð hildin fram sum eitt nýsavnandi rúm í miðbýnum, ið á fyrsta sinnið varð farin at bera brá av metropoli við útiservering - er hon eitt gott dømi um munin at hugsa Ford, heldur enn Grundtvig, bil fyrst og síðan menniskja. Uppskotið um spansku sóltrappuna hjá Hans Mortensen og Gunnar Hoydal setur sperru fyri bilum millum Vaglið og Vágsbotn. Í staðin skal har verða gjørligt at ganga sikk-sakk millum hesi bæði kjarnustøð í miðbýnum og har taka seg fram sum menniskja. Bilar, parkering og bilferðsla verða leidd uttanum hetta miðmenniskjansliga uppihaldsstað hjá havnarfólki og øllum vitjandi niðri í hesi heitu bráðpannu, sum lukkutíð angar so mikið av søgu, at tað skal meir enn ein arbeiðsbilur at oyðileggja hana. Men koma fleir, so er vandi á ferð. Til dømis at gera nýggj parkeringspláss og koyrimøguleikar út undir Bakka, bara tí ein gøtuseljari, soleiðis hissini ein dagin helt fyri, at nú var hann vorðin nakað illa til beins og mátti tí hava bilin hjá sær, ein kassavogn við dubultum hurðum aftan, til at taka her og nú meðan hann stendur ígongd, alt annað enn elektriskur. Men her er dagsins trappa sett, ikki fyri at vera í vegin fyri vegnum og kvetta hann av sum omanfyri, men við síðuna av honum, koyrivegnum, so Mylnugøta enn sum áður er farleiðin, knívskorin til bilin og ongan annan, so markant at múrur er upp fyri í báðum vegsíðum niðan á Vaglið. Hvør skal bestemma í dag, bilurin, ella menniskjan? Hvør kom fyrst á henda stað, bilur ella menniskjað? Hvør tænir umhvørvinum, útilívinum og umsetninginum best, bilurin ella menniskjan, á hesum stað? Skálatrøð er nú rokin sum adressa hjá Tjóðleikhúsinum. Politisk undirtøka er ikki longur fyri hesi staðseting, tí kravið um parkering er so ágangandi og størt, og eingin kommunal loysn er í sikti. Ikki tí, eitt tjóðleikhús kann verða aðrastaðni í Havn, mest sum allastaðni, so sum ein arkitektakapping nú fer at lata upp fyri. Allastaðni. Men har niðri hevur Tjóðleikhúsið í privatkapitalistiska handilsdystinum móti samhaldsfast rindaðu kommunalu parkeringsplássini tapt 200-0. Eitt er, at Tjóðleikhúsið, sum hjá flest øllum er vorðin ímyndin av einum professionellum mentanarhúsi í miðbýnum, kanska við biografi eisini, kundi eins væl verið uppi við gamla Sjónleikarhúsið og eystureftir, har grøni garðurin er, við stjóraíbúð í Hans Andriasarhúsi.  Her eru tvær ferðir so nógvir fermetrar tøkir, sum niðri á Skálatrøð til sama endamál, ávikavist 1900 og 3600 fermetrar. Við eini opnari Havnará kundi henda staðseting knýtt eina nýggja og serliga vitala farleið úr miðbýnum og niðan til SMS við stórum parkeringskjallara um kvøldið, og slóðað fyri eini mentanarál heilt niðan í Gundadal við bæði myndlist, fótbólti og nýggjum hotellum. Havnin broytir seg í stigum, ofta nokk so knapplig, sum í 1983, tá vit bæði fingu Norðurlandahúsið og Hotel Føroyar, tvær arkitektoniskar perlur, hvør í sínum lagi. Men nógv er hent niðri í býnum síðan tá, og fólk seta nýggj krøv um bústað, rekreatión og útilív.  Tankin um at einki kann gerast uttan heildagsparkeringspláss, arbeiðsparkeringspláss, handilsparkeringspláss og heimaparkeringspláss byrjar spakuliga at fáa avbjóðingar, ið stillisliga vitna um, at býurin er í nýggjum vøkstri og at hugsjónirnar hjá fleiri og fleiri borgarum í býnum eru av einum sovorðnum slag, at tey vilja seta menniskjað fyrst, ikki bara frammfyri bilin, men ístaðin fyri bilin. Grundtvig heldur enn Ford. Menniskjan fyrst. Síðan flytføri, helst kollektivt og samhaldsfast. Býráðslimir hava eisini nevnt absurdu og eftirhondini tíðarvilstu oljutangarnar á Viðarnesi sum heimstað fyri einum Tjóðleikhúsið, treytað av at oljutangarnir flyta inn á Sund. Úti á Boðanesi hevur onkur eisini droymt um tað sama. Enn eitt uppskot er at keypa allar teir ivsomu bygningar sum eru kring City og húsini, har sum Restorffs bakarí einaferð var. At kommunan keypti alt, heilt niðan til Frelsunarherin, og bygdi Tjóðleikhús við øllum metropolfunktiónum júst her í mentanargøtuni og aftur til aftastu bygningar í sama býarkvadrati, sum merkt við reyðum á miðbýarkortinum niðanfyri. Nú bilarnir í Havn fáa øll parkeringsplássini á fyrstu parkett á Skálatrøð í einum pláni, skuldi parkeringskravið verið loyst. Serliga, um bygt varð í fleiri hæddum inn í bergið. Aðrir møguleikar eru at lagað upp í innasta part av Vágsbotni, so bátabrúgvarnar kunnu leggjast so langt út, at tær ikki koma í karambolagu við Skipasmiðjuna. Uppi í Jóanesar Patursonargøtu kundu parkeringspláss, sum longu eru har, verið gjørd í fleiri hæddum so tilsamans 700 pláss spurdust burturúr, um eisini parkeringspláss vórðu gjørd í fleiri løgum undir berginum við Eystaru bryggju, so sum merkt við bláum á miðbýarkortinum niðanfyri. Nýggi dysturin í Tórshavnska rúminum er ein virðiskampur millum hondføst parkeringspláss og immateriell upplivingarvirði, tú kundi eisini sagt hørð og bleyt virði, ella bara millum bilin og menniskjað. Menniskjað, sum altíð hevur verið her, í hvussu er síðan landnám, tað vit vita, og bilin, sum í nýggjasta blinkstri er eldrivin, og ikki vil rinda til samhaldsfasta avgjaldskassan, heldur ikki samhaldsfasta vegskattin og eiheldur er sinnaður at rinda fyri framtakandi drívmegi.  Í býarrúminum eru avbjóðingarnar væl markantari enn fyrr. Og støðugt styttist til kommunuval. Sum ein býar- og byggikønur vinmaður segði í dag: "Fleiri høvd geva fleiri uppskot um brúkiligar loysnir."      At fáa svarta kúlu   Roynir tú at sleppa inn í Klubban frá 1799, kanst tú fáa svarta kúlu, tá teir menn, sum framman undan eru innlimaðir, hava ballotatión og ikki vilja hava teg inn. Umráðandi er at fáa so nógvar hvítar kúlur, sum gjørligt, helst onga svarta, tí tá ert tú óynsktur, dilitaður sum á Facebook, og sleppur ikki uppí felagsskapin við teim hvítu kúlunum, tá talt verður upp. Soleiðis kann tilveran verða sett í system. Um tað ljóðar sum heksakunstir, so er tað tað. Blackball er heitið á nýggjasta av trimum sangum hjá Jósef Zachariassen. Sangirnir, sum eru enskir, eru við á komandi savninum Summer, har titulsangurin er sum ein nýføddur Anton Carlos Jobim, sum við Waters of March skolar upp á eina føroyska bossanova strond. Framúr! Baksýnið er í førinum Blackball darrandi varislig elektronika, so kemur ein prædikumaður inn í ljóðmyndina, og lesur við mjúkari rødd úr King James Bíbliuni úr seytjandu øld um at tykta sonin við koyrili. Og tað er slettis ikki hin tíðarvilsta uppistandsskemtaran, Sjúrð Højgaard, vit tosa um. Nei, hyggja vit í hinar báðar kendu týðingarnar, so síggja vit eitt rútmiskt frástøðuskemt í kirkjuligu Bíbliuni: Tann, sum koyrilin sparir, son sín hatar, men tann, sum hann elskar, agar hann snimma, meðan Victor’sa týðing ljóðar sum ein uppskrift fyri gerandismannin: Tann, ið sparir koyrilin, hatar son sín, men tann, ið elskar hann, tyktar hann, meðan tíð er. Sangarin, Jósef, hevur eina svarta kúlu í bringuni. Tað snarar sangurin Blackball seg um.  At verða millum limaskapir, in transition, er gott fyri listaliga útrykkið. Tað havi eg í ár lagt til merkis í tveimum førum. Bæði listafólkini eru úr Brøðrasamkomum, fyrst Dania Tausen (f.1998) og nú Jósef Zachariassen (f.1995).  Tey hava fingið listarliga gott í beinið, hóast tulkingarkarmarnir um teirra savningarmentan at síggja til kunnu tykjast okkum, sum eru uttanfyri, forniskir og truplir at skilja sum eitt Amishland, ið stongdi Verðina úti í átjandu øld ella fyrr, og fáa føroysk fólk á Facebook í endaleysum kjaki at rópa krossfest krossfest, fyri at halda fast í einum Bíbliubundnum orði.  Hvørgi teirra søkja kvett og konfrontatión, men reflektera í vælskipaðum útvarpssamrøðum yvir egnar upplivingar, royndir og eitt framhaldandi lív við teirra næstrafólkum. Í okkara fragmenteraðu tíð, er tað eitt statement, ið fær sjáldsamt gildi. Tey eru bæði á Spotify, har Dania sigur stutt um seg sjálva: ”Faroese singer and songwriter experimenting with expressing the most ordinary things in her own way.” Daniu havi eg fyrr ummælt í sambandi við filmin Skál. Jósef lýsir seg sum “a Faroese pianist, singer-songwriter and composer”. Fyrstu ferð eg hoyrdi hann, var tá hann lærdi meg at benda shit í tátíð “I almost shat my pants at a Christian camp the summer I turned 9”. Barry Manilow, var tað fyrsta eg hugsaði, tungt lastaður av gjørdum Útvarpssendingum í eitt 28 ára skeið, men so skiftir stílurin, og verður skurrandi skvisaður yvir í ironiserandi indiepopp. Forvitnið er fangað og tað er ikki til fánýtis at eg lurtaði. Human er sangurin. Visti ikki, at shit æt shat í tátíð. Men hvat, eg havi altíð skitið í nútíð. Men ørindini eru ikki latrinert studentaskemt, men heldur at gera vart við dogmatiskan kristindóm frá einum persónligum sjónarmiðið, sum Jósef ber fram í vælkomponeraðum singlesangum, ið fermi upphavsmaðurin dugir væl at marknaðarføra, so produktið er greitt. Hatta er tað, sum ger gerandisdagin liviligan, ja enntá perspektivríkan, hjá okkum, sum eru vaksin upp í Brøðrasamkomuni, backsliders, sum Tom Roberts kallaði tað, tí vit ikki hava eitt aktivt knýti til henda lívlanga tulkingarfelagsskap, tú ert bundin at, og sum í einum parallelsamfelag leverar so nógv eintýðugt ringt, og í besta føri ivasamt, til kollektivu politisku skipanina og peningastýrda gerandisvirksemið. Hesir báðir nýggju listaligu sprotarnir venda aftur til menniskjuna og halda hana fram, og siga sum Grundtvig: menniskja fyrst, kristin so. Soleiðis skilji eg tey bæði, tá eg lurti eftir teimum. Lukkutíð eru journalistar, ið kunnu rúma hesum nýggja veruleika. Tí tað haldi eg at tað er. Ein nýggjur veruleiki, sum frá øllum síðum purrar Brøðrasamkomuna út. Jósef hevur haft konsert, men tíanverri gáaði eg ikki um tað. Vónandi kemur høvið aftur. Hóast Heystfagnaður er, hava teir tríggir sangirnir, eg higartil havi hoyrt, fingið meg at gleðast til komandi útgávuna Summer.  Setið prís uppá nissurnar Myndasnildi starvsfelagin, Árni , tók hesa heystgráu portrettmyndina aftur við morgunkaffinum, beint sum vit høvdu sungið um regn og aftur regn í meistarligu lýsingini hjá Mikkjali á Ryggi, har hann knýtir menniskjað afturat náttúruni hesa ársins tíð, nú eggin er so brúnasíð og alt er grátt um hav og ský. Jú, tað er heyst. Heyst um allan heysin. Orsøkin til kjakevnið afturvið kaffinum var morgunprátið í Útvarpinum um at retusjera myndir. Ein kvinnuligur fotografur, Sunrid í Gong, var í sendistovuni og segði, at persónliga ynskið um retusjering var so útbreitt og vanligt, at hon mintist bara eina ferð í tey ellivu ár, hon hevði virkað sum fotografur, at foreldur høvdu biðið hana um ikki at retusjera eina mynd, har teirra barn var á. Hetta við at retusjera myndir er blivið eitt stórt evni á lørifti og skermi, eftir at Netflix við talgildari de-aging tøkni hevur fíggjað nýggja mafiafilmin hjá Scorsese The Irishman, sum London Film Festival júst hevur víst fyri fyrstu ferð í Evropa. Ikki tí, at vísa henda filmin merkir bara, at tú heldur við Netflixliðnum og ikki við biografliðnum. Dittar tú tær at vísa filmin, so verður tú koyrdur úr felagsskapinum, tí hatta er ikki ein biograffilmur, sigur peikifingurin, og peikar moraliserandi eftir heimaskerminum, ið øll hava sum eitt altar í stovuni. Júst har, á húsaltarinum, verður tí einasta høvið at síggja hálvan fjórða tíma drúgva  The Irishman  í Føroyum. Tað er frá mikudegnum 27. november. Samstundis merkir tað, at leikararnir De Niro og Pacino og leikstjórin Scorsese, sum longu eiga mest sum alla hevd á filmiska mafiaøkinum, nú eisini tryggja sær hevdina aftureftir við teimum gomlu, sum fyrr vóru yngri. Tað er sum Frændur, ið sambært Pipari og Salt høvdu so stóra ávirkan, at teir ávirkaðu Beatles aftureftir. Og mín sann um ikki fólk í Avstralia á fimta ári hava ein vertikalan filmfestival  í jóladøgunum. Nú er at ansa sær, skal ikki alt verða tað bera uppistandsskemt, bara fyri ikki at leggja seg skerflatan fyri øllum, sum rekst uppá land. Tann tankin kom til mín í Bónus, hinumegin vegin. Har seta tey prís upp á nissurnar. Tað eiga vit eisini at gera. Seta prís uppá nissurnar hesa ársins tíð. Dagsprísurin í Bónus er 995,00 kr. Tað er fyri uppistandsversjónina. Finka er best í Evropa Í dag er greitt, at vit eiga bestu skúlabók í Evropa. Bókin eitur ”Finka” og høvundurin er Marianna Skarðenni Poulsen. Tekningarnar eigur Kathrina Skarðsá og forlagið er Nám, sum í dag stroymdi evropeisku avgerðina í hølunum við Hoyvíksvegin. Stjórin, Eyðun Gaard, var ikki sørt erpin at verða kosin evropameistari í skúlabókum og forlagsvirksemi. Trettan bøkur, har málbólkurin er tey 8-10 ára gomlu, tað er í Týsklandi Grundschule, Fraklandi École élémentarie og í Bretlandi key stage 2, vórðu úrvaldar at kappast um heiðurin. Avgerðin fall á netinum seinrapartin í dag, har týska Helga Holtkamp úr Berlin bjóðaði vælkomin til árligu kappingina Best European Learning Materials Awards, stytt BELMA. Christoph Bläsi úr Mainz í Týsklandi greiddi síðan frá um teir fýra bólkarnar undir yvirskriftini The BELMA principles - how to win a BELMA. Byrjað var við bólki fýra og so varð talt niður til bólk eitt og at enda varð ein serlig virðisløn. Leif Láadal sendi beinleiðis úr Námi til sendingina Nón. 8 manna dómsnevndin, sum valdi føroysku bókina ”Finka” at verða bestu bók í bólki tvey í ár, hevði hesa grundgeving at geva bókini gullviðrðisløn: Dómsnevndarformaður var Jean-Claude Lasnier úr Fraklandi. Umframt tey áðurevndu, Helga Holtkamp og Christoph Bläsi úr Týsklandi, sótu Eva Maagerø úr Noregi, James McCall úr Skotlandi, Jaan Mikk úr Estlandi, Julieta Savova úr Bulgaria og Diana Kali úr Ungarn, sum arbeiðir í Danmark, í dómsnevndini. Tað var í 2017 at Marianna vann handritakappingina, sum Nám lýsti við árið fyri, til tess at finna nýtt tilfar, og at fáa samband við nýggjar føroyskar høvundar til uppruna skúlabøkur.  - Vit vistu, at útgávan var góð, tí meldaðu vit hana til kappingina, og nú fingu vit eisini staðfest, at evropeiska elitan innan skúlabókaútgávu heldur júst tað sama, sigur bókatoymisleiðarin í Námi, Sigfríður Sólsker. - Eg haldi, at tørvur er á nýggjum tilfari til føroyskt í øðrum flokki at byggja brúgv millum "Súluna", sum brúkt verður í fyrsta flokki, har stórur dentur er lagdur á ljóðarbeiði, og so "Nem" í triðja, sum byggir á danska tilfarið ”Plot”, har tað snýr seg um tekstviðgerð, sigur virðislønti høvundurin, Marianna Skarðenni Poulsen. Nám, sum er á fíggjarlógini og javnt og samt arbeiðir við undirvísingartilfari til føroyska skúlan, hevur givið allar bøkurnar út, eins og ”Hervør, Høgni og Hini”, sum eisini kann nevnast í hesum aktuella sambandi. - "Finka", ið byggir á egnar royndir og á nýggjastu gransking, leggur upp til beinleiðis undirvísing í lesisnildum, bæði avkodingarsnildum og fatanarsnildum, og í ymiskum partsførleikum í móðurmálslærugreinini, so at næmingarnir kunnu fáa góð amboð at gerast virknir lesarar, sum øll lesigransking mælir til, sigur Marianna. Sissal M. Rasmussen, sum hevur lesiviðgjørt tilfarið í "Finku" sigur, at í byrjanarlesing er serliga týdningarmikið, at barnið fær tekst, sum tað hevur møguleika at læra at lesa, og at barnið eisini fær hóskandi lærusnildir.  - Slíkt tilfar kann ikki umsetast úr øðrum málum, men má mennast til brúk á føroyskum, tí mál eru ymisk, sigur Sissal. Fakliga dómsnevndin, sum Nám hevði sett, staðfesti einmælt í 2017, at Marianna hevði rakt ein átrokandi tørv í móðurmálslærugreinini á hesum stigi beint nú.  Hvør hevur maktina í Nútíðarhavnini? Hvørki íbúðir ella tjóðpallur. Nei, ítróttur uppi í Hoyvikshaganum, tí at nøkur klára seg væl í hondbólti fyri tíðina og ikki passa inn í høllina, sum skattaborgarar júst hava fíggjað niðri á Hálsi.  At íðka og halda seg virknan eitt langt lív er gott, men í eini samhaldsfastari samfelagsskipan, har alt verður fíggjað við andre folks penge og mínum egna skattaíkasti hvønn dag í árinum, haldi eg ikki at tað er rætt at seta so nógvar kollektivar skattakrónur í hondbóltshøllina, sum eisini kann brúkast til okkurt annað, soleiðis hissini, tá onkur hevur hug til tað, kanska seyðasýning har uppi í haganum. Politikkur er at prioritera.  Hóast sjálvur Tjóðveldisflokkurin, mín egni heiðurskrýndi hugsjónarflokkur, hevur havt akkurát sama aðalmál, 75 ár eftir fólkaatkvøðuna - at byggja eina ítróttarhøll - er hetta ikki á nakran hátt røtt politisk prioritering, sæð úr mínum sjónarhorni, um hon so verður kallað Ellintshøll.  Sjálvur vildi eg ynskt, at høvuðsstaðarkommunan tók yvir allar bygningar hjá heimsins elsta klubba niðri í Havn og setti skil á teir, og sum tað allar fyrsta innrættaði ein marghallarbiograf við kjallaraparkering dygst við Degnshús - alt samalt fyri skattagjaldarans pening í kollektivu javnaðarkommununi.  Síðan kundi eg hugsað mær at verandi Meiarí og Sjónleikarhús vórðu sligin saman til ein felags býarpall, kanska eisini saman við Finsen og bakarínum hjá Frants at fáa elevatorsenu, og síðan kundi eg hugsað mær at sosialdemokratiska kommunan bygdi almannagagnligar íbúðir í hópatali til heimfluttu býarbørnini og tað beinanvegin.  Og tá eg hugsi eitt sindur nærri um tað - politikkur er at prioritera - so skuldi raðfylgjan kanska verið øvut: fyrst íbúðirnar, síðan lokala sjónleikapallin og so biografin á Vaglinum.  Alt fyri skattaborgarans pening.  Men tað letur ikki til at fáa undirtøku í javnaðarkommununi í Havn, har tey longu hava lagt nepotismu og onnur slektaði mutursheiti langt aftur um seg. Nú er tað rein og skær ítróttaisma, sum ræður í Havn.  Ítróttaisma.  Pengamenn, sum kunnu brúkast í politiskari ítróttaprioritering, tí annar hevur áhuga fyri svimjing og hin hevur eitt hent hotell hinumegin vegin í ítróttavilliniborgin í Gundadali við teim upplýstu steyrunum, sum eisini eru reistir sum torn á heimsins enda fyri skattaborgarans Havnarpening. Hetta er útboðspolitikkurin og politiska prioriteringin í høvuðsstanum, har øll eru í ítróttafamilju hvør við annan. Eg øtist so mikið, at nú má hjartamedisinið á borðið.   Eg deili tí eri eg - um sosialar miðlar í skúlahøpi Gestabloggur um sosialar miðlar í skúlahøpi, sum Bodil Jacobsen og Selma Larsen skriva: Gomul samskiftistøkni er gjøgnum tíðina skift út við nýggjari og smartari tøkni, sum eisini hevur við sær aðrar samskiftishættir. Internetið er á tremur við alskyns samskiftistænastum, sum loyva okkum at samskifta á ein virknari hátt gjøgnum snildfon, teldlar og teldur. Hetta hevur við sær, at okkara samfelag er vorðið alt meir talgilt, sum hevur sína ávirkan á gerandisdagin hjá bæði ungum og eldri. Hesi viðurskifti góvu íblástur til okkara B.Ed.ritgerð á Námsvísindadeildini um sosialar miðlar í skúlahøpi. Vit settu okkum fyri at kanna, hvussu ung samskifta á sosialu miðlunum í dag, og hvør leiklutur skúlans er á hesum øki. Í skrivitilgongdini komu vit fram á hugtøkini sjóhvítusyndromið, tvíhøvdaða uppvøksturin, talgilda samleikan, og víðagitna orðataki hjá René Descartes: ”Eg hugsi, tí eri eg” til eina meiri nútímans útgávu, sum passar til sosialu miðlarnar:  ”Eg deili, tí eri eg.” Snjóhvítusymdromið Ung í dag bera seg sjálvi saman við øll onnur í teirra sosiala netverki, og her kunnu tey skapa sær sín egna ”gandakenda spegil”, har tey kunnu máta, hvussu vøkur ella væl umtókt tey eru. Hvørja ferð tey deila eina mynd, ein tekst ella eitt filmsbrot, telja tey hvussu nógv “likes” og viðmerkingar tey fáa. Jú fleiri, tess betur. Tá tey fáa “likes” og viðmerkingar, fáa tey viðurkenning, og júst hetta elska brúkarar á sosialu miðlunum. Hetta fyribrigdið verður kallað ”Snjóhvítusyndromið”. Groft sagt kann ein siga, at tess fleiri afturmeldingar tú fært, tess betri umtóktur ert tú. Fáa tey ungu ikki viðmerkingar ella “likes” til eina nýggja vangamynd, tey hava lagt út, kenna tey tað, sum at teirra ”status” í netverkinum viknar. Tvíhøvdaði uppvøksturin Ung í dag hava ”tvey” høvd, eitt á teirra kroppi og eitt á teirra vangamynd á sosialu miðlunum. Bæði høvd skulu røkjast, tí, sær eina høvdið ikki gott út, so fær tað avleiðingar fyri, hvussu fólk uppføra seg mótvegis hinum høvdinum. Mátin tey uppføra seg á sosialu miðlunum, hevur týdning fyri, hvussu hini bera seg at móti teimum í veruliga heiminum og umvent. Fyri ung í dag hongur veruligi heimurin og talgildi heimurin saman. Talgildi samleikin Okkara samleiki verður myndaður í samvirkan millum fólk og okkara ímynd um og av, hvat onnur hugsa um okkum. ”Hini” verða eitt slag av kikara, sum vit síggja okkum sjálvi ígjøgnum. Tí hvussu ”profilera” vit okkum sjálvi á sosialu miðlunum? Vit velja sjálvandi okkara bestu myndir og okkara bestu upplivingar, sum vit skriva í okkara dagføring á vangamyndina. Gott nokk eru vit okkum sjálv í ein ávísan mun, men hjá nógvum er talan um eina eitt sindur penari síðu av okkum sjálvum. Jan Tønnesvang, professari innan sálarfrøði á Århus Universiteti, sigur soleiðis um okkara samleika: Tey ungu kunnu, á sosialu miðlunum, skapa sær sín samleika, soleiðis sum tey fegin vilja hava hann at vera, og soleiðis sum tey ynskja at onnur skulu síggja seg. Eg deili, tí eri eg Sosialu miðlarnir er fullkomni pallurin at samla viðurkenning frá sínum netverki. Og viðurkenningin hon kemur, tá tú deilir ymiskar upplivingar í tínum netverki. At “deila” er vorðin ein eins stórur og týdningarmikil partur fyri ung, sum tað at “uppliva”. Spurningurin melur konstant í høvdinum á teimum ungu: Er tað nakað, sum eg kann deila? Tey skanna heimin ígjøgnum eitt filtur, sum kallast sosialir miðlar og leita eftir ymiskum, sum er vert at deila við sítt netverk á sosialu miðlunum. Hetta rákið hevur givið sosiologinum Sherry Turkle íblástur til at umskriva orðatakið hjá René Descartes´: ”Eg hugsi, tí eri eg” til eina meiri nútímans útgávu, sum passar til sosialu miðlarnar:  ”Eg deili, tí eri eg”.  Hesi hugtøkini góvu okkum eina klára ímynd av, hvussu stóran part av lívinum sosialir miðlar fylla hjá ungum í dag, og at veruligi heimurin og talgildi heimurin hjá ungum, hongur treytaleyst saman. Talgildisbúgving Tá næmingarnir eru ein so stóran part av degnum í skúlanum, fylgja sosialu miðlarnir av sær sjálvum við inn um skúlans gátt. Her er hugtakið talgildisbúgving sera viðkomandi, og at skúlin viðgerð hetta evnið í undirvísingini um, hvussu næmingarnir bera seg rætt at í talgilda heiminum. At næmingarnir megna at verja seg sjálvan, seta spurning við, hvat tey velja at deila um seg sjálvan, og at fyrihalda seg kritiskt til vitan á netinum.  Bodil Jacobsen og Selma Larsen Heitar hendur fyri menn og kvinnur Brúk er fyri heitum hondum, verður ofta sagt, tá vónríkir politikarar stilla upp til kommunuval, og ætla at fáa atkvøður innan heilsuøkið, nógvar atkvøður, kanska eisini lættliga vunnar og funnar, nú virksemið er stórt og alt fleiri gerast munandi eldri. Hugsanin um tær heitu heimligu hendur kom mær til hugs, nú Runavíkar kommuna í dag lýsur við, at júst hetta átrokandi økið, í dagsaktuellum skapi av Røktar- og Ellisheiminum, verður umbygt har í kommununi.  Á tíðindamyndini eru tíggju menn.  Um dagarnar kom eisini eitt álit um dagføring av bókasavnslógini. Yvirskriftin var “Bókasøvn - ein mannarættur”. Stak áhugaverdur lesnaður, sum byrjar við at sitera eina yvirlýsing frá UNESCO um fólkabókasøvn: “Frælsi, vælferð og samfelagslig menning, og umstøður, sum stimbra persónligu menningini, eru grundleggjandi menniskjalig virði. Hesi virði eru grundað á, at væl upplýstir borgarar sleppa at brúka teirra demokratisku rættindi og fáa høvi til at spæla ein aktivan leiklut í samfelagnum. Ein konstruktivur hugur at taka lut og demokratisk menning eru treytað av eini nøktandi útbúgving og fríari og óavmarkaðari atgongd til vitan, tankar, mentan og informatíon”. Í breiða opna tankanum um fólkabókasøvn fyri øll í allari verðini, renni eg - aftaná mannfólkamyndina omanfyri - meg í eina eins reina kvinnumynd.  Tíggju kvinnur, sum binda á einum bókasavni. Teksturin sigur ikki hví kvinnurnar hava sett seg á bókasavnið at binda. Kanska er tað sambinding, sum tey hava lýst við í Sundalagnum, har endamálið er at samansjóða útlendingar, ið hava búsett seg í økinum.  Løgið allíkavæl, at so eyðsýnd rúm við heitum hondum kunnu verða so ymiskt mannað, ella rættari kvinnað, og tað so knívskorið, sum sæst á hesum báðum dagsaktuellu myndum. Løgið at samfelagið er blivi so kynsbundið. Og eg, sum helt at eg var seinasti útvarpslurtarin... Mynd: KVF Allastaðni har eg komi, verður útvarpið sløkt. Tí eri eg so himmalsfegin um kanningarúrslitið, sum vísur at fólk ikki bara brúka Kringvarpið, men eisini hava álit á tí. Hyggasíggj og hoyr, takk og lov! Hinvegin, YouTube og Facebook, ið bara eru har, sum ein planta í góðum ella ringum lendi, eru yvirmett sum tíðindaberar hjá brúkarum. Eg haldi at tey eru tíðartjóvar. Og so er tað tað, at brúkar tú alla tína disponibla tíð á hesum báðum miðlum, so verður tín tíðindahorisontur hareftir.  At tosa um álit og upplýsing í hesum føri, er í besta føri studentikost og stuttligt, helst tí at tað er kulørtari enn stirvnir gamaldags almannagagnligir miðlar, sum vilja náa øll við øllum uppá eingang og ongan fornerma, og allíkavæl gera tað gott! Haldi tað er rættari at fokusera uppá tíðarbinding og hvussu nógva tíð fólk brúka uppá Facebook og harvið forsøma teir veruligu miðlarnar, sum eg ikki haldi at YouTube og Facebook eru, uttan at leggja nakað annað í tað enn tíðarbrúkið.  Trupulleikin er kanska at miðlarnir í okkara landi, sum ikki eru public service, eru so syndarliga veikir, at teir av øllum alvi royna at líkjast Facebook uppsløgum.  Men Portalurin klárar seg merkiliga væl í kanningini. Hví hann klárar seg so nógv betri enn in.fo er óvæntað. Og so er greitt at landsins elsta avís, Dimma, er tann føroyski miðil, ið hevur besta rúm fyri betringum. At Dimma hevur so lítla undirtøku er heilt løgið. Men tølini í kanningini, skal eg taka hana fyri fult, siga tað. Og her er tað so tað, at vit eru ikki von við at fáa úrslit av fjølmiðlakanningum og -brúki her heima hjá okkum. Tað er ein ásannan, sum bara kann vaksa og blíva betri, so hvørt bygt verður oman á hana. Vitanin um miðlabrúk og hvar rákið er í løtuni, hvussu óvæntað tað enn kann tykjast okkum, sum til gerandis eru bundin av miðlum, nógvum miðlum, ja eru beinleiðis tíðindanarkomanar, er eitt grundkrav, skulu varandi miðlar fungera her í landinum. - Vit hava brúkt sama leist sum altjóða kanningin World Value Survey. Og so hava vit tillagað onkrar spurningar til føroysk viðurskifti. Nú er ætlanin at hyggja nærri at, um Føroyar líkjast okkara grannalondum, sigur Heini í Skorini adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum, sum saman við øðrum hevur gjørt fleiri kvantitativar kanningar, seinast í mai-juni í ár, tá 700-800 fólk vórðu biðin um at svara, um tey høvdu álit á ymsum stovnum og myndugleikum, og so hesin aktuelli parturin av kanningini, sum sæst í miðlunum í dag, og snýr seg um álit á miðlar og miðlanýtslu. Greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað dáturnar. Her eru hægstu og lægstu metingarvirði í Føroyum beint nú: danska løgreglan, sum er hægst og fremst, og føroysku politisku flokkarnir, sum eru reyvin á fimtu división. Mitt í millum er Kringvarp Føroya.  Hvar er markið? Hesa samansettu og lítið hugaligu mynd av Gretu Thunberg sum Hitler, fekk eg frá einum føroyskum Facebookvini, sum helt hana vera ógvuliga stuttliga. Tað helt eg ikki. Eg sendi straks samansettu myndina til Facebooktoymið, sum í einum serligum kliva tekur dagar í millum í tílíkum málum. Men gakk. Tey halda at hetta við memes er í fínasta lagi. Tað haldi eg ikki. Men so vita vit tað. Hate speech kann burturforklárast sum memes. Tá ert tú in og tjekkaður á netinum. Men tað haldi eg stadigvekk ikki, hvussu nógvan trafikk memes skapa á Facebook. Mundi tað vera ein islamistur? Mundi tað vera ein islamistur, ið gjørdi seg inn á stjóran í Norðurlandahúsinum, sum ein frálík norðurlendsk grein hjá Inga í dagsins Dimmu fortelur um?  Nei, eg bara spyrji, tí í síðstu viku proklameraði sama avís á forsíðuni, at islam var hóttanin hjá okkum øllum í Føroyum.  Tað fekk meg at rista í brókunum, sum rættur gravarasjurnalistikkur skal gera, fáa lesaran og plikttrúna arbeiðaran, fyri ikki um at tala makthavaran, at gera - rista í brókunum - av skrivaða orðinum, tí eingin kraft er sum hon, ið gongur út frá orðinum og sannkenningini av, at pennurin er sterkasta vápnið í heiminum.  Men redaksjónin er altso eina hædd hægri.  Um hon er betri, klókari og meira sjurnalistiskt dannað og betri útborin veit eg ikki, men í veldi yvirtrumfar hon alt, tá hon fer at velja, hvat kundin í butikkini skal fáa fyri oyrað, hann leggur á borðið fyri at keypa pressuna, ið blinkstrar sum profitabul søluvøra í kioskini.  Men nei, henda faktuelt aktuella og staðfesta nútíðarsøgan, sum í okkara egna samtíðarsamfelag sigur, at stjórin í Norðurlandahúsinum hevur verið bæði happað og hótt, tí hon signaleraði áhuga fyri LGBT í ein dag, nei, tann søgan kom ikki á forsíðuna á blaðnum, sum í fyrru útgávu ávaraði okkum um islam. Hon verður sett aftast, søgan.  Mundi tað vera tí at ein islamistur rópti eftir stjóranum og síðani kom trúttandi inn á kontórið hjá henni og vildi á óbehagiligan hatt umvenda hana frá hasi ranglæruni, meðan stjórin valdi at verða blíð og skeinkja siviliserað semjukaffi? Kanska hevur blaðið veruliga fatur á eini hóttandi islamistiskari farsótt í føroysku undirverðini, sum vit øll eiga at varnast, hóast eingin sær hana, sum í Bird Box-filminum hjá Susanne Bier.  Men tá verður treytin, at blaðið leggur illgerðarmannin ella -konuna á blik.  Hóskiligt hevði verið, at terroristiski islamisturin við Ringvegin í Havn varð hildin fram á forsíðuni og viðurkendi, at tað var eg, ið hótti stjóran í Norðurlandahúsinum.  Eg havi hoyrt um líknandi hendingar, har ein landstýriskvinna er hótt av eini aðrari kvinnu, sum legði eitt sjokulátufostur á fyrisitingarliga arbeiðsborðið, at gera vart við munin millum lív og deyða. Et so og sig mær, hvat tú heldur um abort. Eg gleði meg til ta avdúkingina á næstu forsíðu hjá blaðnum. Avdúkingina, at islam hóttir okkum uppá lívið í føroyska gerandisdegnum. Livst, spyr so Móses. Børnini eru fyrstu taparar í kríggi Í øllum kríggjum eru tað børnini, ið tapa. Tað sannførdi nýggi danski filmurin hjá Ole Bornedal meg um. Heitið er Skyggen i mit øje. Yvirskriftina átti leikstjórin sjálvur, tá hann innleiddi filmin. Í søguliga filminum, sum byggir á veruligar hendingar, eru vit í Danmark beint fyri krígslok. Vit fáa fyrst eina skakandi forsøgu av bygd, og so savnar søgan seg um morgunin hin 21. mars í 1945. Nunnurnar gera klárt í Danska Skúlanum á Frederiksberg, har næmingarnir Rigmor, Eva og Henry skulu møta. Langt burturi - hinumegin Norðsjógvin - gera bretskir flogskiparar hjá Royal Air Force klárt at hjálpa donsku mótstøðurørsluni í eini avgerandi atsókn. Teir hava sett kós móti Shellhúsinum mitt í Keypmannahavn har Gestapo hevur tikið sær høvuðssæti undir krígnum. Á ovastu hædd hava týskarar sett 26 danskar fangar sum livandi skjøldur. Álopið eydnast, men stutt frá staðnum hendur ein vanlukka. Eitt flogfar ber við ein steyra og dettur niður við Franska Skúlan. Eldur kemur í og í ringa sýninum fær roykurin hini bumbuflogførini at halda, at hetta er bumbumálið, sum fjalir seg undir roykinum og eldinum úti á Frederiksberg. 86 børn og 18 vaksin doyðu í atsóknini, sum á minnistalvuni verður kallað eitt ”fejlbombardement”.  Føroyska Alice var ein av gentunum, sum kom við lívinum frá hendingini. Hon andaðist í 1987 og er grivin í Nýggja kirkjugarði við Velbastaðvegin í Havn. Í sterka krígsfilminum, sum hevur fimtan ára aldursmark, fylgja vit børnunum Henry (Bertram Bisgaard), Eva (Ella Nilsson) og Rigmor (Ester Birch) og næstrafólkum teirra, nunnuni Teresu (Fanny Bornedal), danska HIPO manninum Frederik (Alex Høgh Andersen), bretsku flogskiparunum Peter (Alban Lendorf) og Andy (James Tarpey), og tveimum mótstøðumonnum, sum verða fangaðir. Teir eru Jens Sætter-Lassen og Joen Højerslev. Foreldur at børnunum eru m.a. Danica Curcic, Mads Riisom, Kristian Ibler, Malene Beltoft og Maria Rossing. Skyggen i mit øje verður vístur í Havn mikudagin hin 13. oktober. Saman við Margrete den Første og animatiónsfilminum Flugt, er Skyggen i mit øje í løtuni í uppskoti at umboða danska filmslist, tá Oscarvirðislønirnar verða handaðar fyri besta altjóða film. Tað sigur Danski Filmstovnurin í dag. Eg havi sæð allar og vóni, at filmurin hjá Ole Bornedal vinnur allan vegin ígjøgnum, so sterkur og sannførandi er hann í filmiskari frásagnarlist at lýsa eina døkka og lítið heroiska hending í danskari søgu. Tað er góð filmslist. Føroyakortið So er Føroyakortið hjá Námi aftur at fáa í nýggjari lamineraðari útgávu, sum Føroyaprent hevur prentað og givið rættar litir eftir kønari vegleiðing frá Inga Joensen, sum teknaði fyrsta Føroyakort í fyrsta føroyska atlasinum, Heimsatlas , sum kom í 1993 og er mest selda bók í Føroyum, tá vit síggja burtur frá Bíbliuni. Upprunaliga var tað Rói Højgaard, sum teknaði kortið til Atlas til heim og skúla (Nám 2014), meðan han arbeiddi á Føroya Dátu Savni, sum nú er lagt undir Umhvørvisstovuna, har øll føroyakort verða goymd og umsitin í besta samstarvi við Óluvu Mariu Højgaard. Á nýggja dagførd Føroyakortinum síggjast báðir tunnlarnir, sum eru í gerð, hann inn í Eysturoynna og hann suður í Sandoynna. Nýtt er eisini at Skálabotnur nú eitur Skálafjørður, so sum Staðarnavnanevndin hevur ásett eftir galdandi reglum. Av nýggjum kann nevnast útfyllingin sunnan fyri ánna inni á Sundi og tey bæði hotellini, sum eru í gerð í Havn. Annars er alt sum fyrstu ferð tá kortið kom út í 2014. Hetta er triðja dagføring, sum verður prentað. Tí stendur árstalið ovast í vinstra horni. Nýggjasta er altso 2019. Enn sum áður kann kortið brúkast sum dúkur á spísiborðinum, eisini til at tekna á í barnagarði og skúla, tá børnini fara at ferðast í landinum og kanska skulu læra seg vegin til ferðamálið, og annars at tosa um bygdir og oyggjar. Hetta Føroyakortið er tað einasta, har sjógvurin eisini er teknaður við røttu dýpunum. Kristianna Poulsen tók myndina á Bókamiðsøluni, har Føroyakortið eins og allar aðrar bøkur eru á goymslu. Vit fara øll til Danmarkar!   Í einum stuttfilmi, sum skal upplýsa donsk lesandi um týdningin av donskum í Føroyum, brúka donsku filmsframleiðararnir tað sum eitt sannførandi frásøgusnildi, at øll í skúlastovuni peika upp, tá ein føroyskur lærari, enntá við tjóðveldisnavni, spyr, hvør ætlar sær til Danmarkar einaferð á lívsleiðini. Soleiðis er at vera lítil. Small er faninme ikki bjútiful. Men summi, sum eru hundrað ferðir størri, halda tað vera ein ævinligan stuttleika at blaka tílík stríðsepli á føroyska pallin, og samstundis leggja ertandi smáfeilir afturvið. Hvør feilurin er á hesari myndini, kunnu tit sjálvi bestemma. Men sjálvur haldi eg tað vera eina keldu til undran av tí stórbæra slagnum, tá staðfestast kann, hvussu sterkt føroyska málið stendur, og hvussu miðvíst tað verður styrkt hvønn tann einasta dag. Málið, sum fólkið á staðnum tosar og nýtir í samstarvi við øll onnur í allari verðini. Men sum altíð, tá um makt ræður, tá verður hin minnimenti gjørdur til spott og spæ í manesjuni hjá tí, sum er hundrað ferðir størri. Hvussu gera fólk í Hundraðlandinum tá tey koma higar at staðfesta egnar fordómar og brúka okkum herbúgvandi í granskingarverkætlanum? Er tað kanska nettupp tí at Glasir er gjørt úr glasi? So at danskir laboratoriuassistentarnir kunnu standa uttanfyri og eygleiða, og so fara heim aftur við teirra egnu niðurstøðum, ið eru klárar til útbreiðslu á einum marknaði, ið er hundrað ferðir størri og sterkari enn her hjá okkum? Gudviti hvussu tað verður, tá evstamark fyri danska útgávuverkinum hjá TRAP verður á nýggjárinum, og annars øllum donskum handilsátøkum, ið floyma inn yvir landið, okkara land, ið er sum gjørt til at verða granskingarstova hjá allari verðini. Men vit knýta okkum til eitt úrvalt Hundraðland. Soleiðis er tað. Og skuldi onkur funnið uppá at vikna í trúnni, so eru stovnar, ið straks beina okkum á røttu leiðina aftur. Í morgun kundi okkara egna almannavarp siga okkum, at nógv færri læknar eru í Føroyum enn í Danmark. Jú jú, eg skilji, men vit hava eisini munandi færri abortar enn tey hava í Danmark, fyri ikki um at tala í Grønlandi. Men hóast hesa staðfestu vitan, hava vit ikki bara sterkar áhugabólkar, men eisini politiskar stjórnarflokkar, sum á tingi lyfta føroyska abortrupuleikan fram um alt annað í verðini. Tað er jú fokking feyknjús. Men soleiðis tjúkna og køva fordómar alt av í tínum egnu eygum og huga. Sagt verður soleiðis um fólkaupplýsandi donsku verkætlanina um danska málið, og tey, sum vara av henni: "Projektet ’Dansk sprog i forandring’ er finansieret af Aage og Johanne Louis-Hansens Fond, Skibsreder Carsten Brebøls Almennyttige Fond, Undervisningsministeriets udlodningsmidler samt midler fra Forskningsafdelingen ved Dansk Centralbibliotek for Sydslesvig. Vi vil gerne rette en stor tak til begge fonde, Undervisningsministeriets og Dansk Centralbibliotek for deres støtte." Tak for kaffe! Aftur til borðs Koronastongsul og munnbind eru løgd aftur um bak, matummælarar kjakast í Dimmu um spanskt tapas hjá Katrinu, Sjúrður og Jacob eru í øðini um springarar og rættin at drepa súgdjór, og í Danmark eru tey farin at meta um tjóðarrættin, tartelettir, og hvussu tær skulu serverast. Meðan morgunsjónvarpið í sama landi bjóðar mær eftirgjørda steik úr skordýrum, tí dýr skulu ikki nemast, sleppa vit í biograf at síggja norðuritalskar trøflusavnarar heinta soppar í The Truffle Hunters of Piemonte í fullari spælifilmslongd.  Og her siti eg í Barbara Fish House við góðum vinum og gleði meg til bankatosk. Matur er aftur á skránni.  Hvítur og vælsmakkandi, mildur og fínligur leggur hann seg feitur undir góman, tú tyggir hvørja tægr í eina smakkfylta løtu, stórur í hvíta brotinum sum turrur kalvi, men munin smørmjúkari í flísunum, og eftir eini løtu, har norðuratlantiska havmyndin stendur still, skolar tú varisliga við tí perlandi Chablis, franska víninum, sum í hesum føri er dyrkað síðan 1815 og sprottið úr sama slag av kálkaðum skeljabotni, kálkgrýti, sum er á Føroyabanka. Kálk møtir kálki. Ein sambindandi mineraltanki, sum fær tankarnar at reika, tí mildi bankatoskurin stendur seg framúr væl við markantum mótspæli, serliga sitrus og kryddurt, eitt septemburkvøld í Havn.  Uggi av bankatoski er høvuðsrætturin. Eftir eitt svalligt katalónskt glas við cava, varð byrjað við lippum í salsa og hvítleyki. So komu slag í slag tartarur av hýsu, havtaska við soppum og squash, kongafiskur við ertrum og fiskasós, og so áðurnevndi høvuðsrættur - uggi av bankatoski - og at enda súreplakompott við bromberísi og sjokulátu at leggja omaná. Mest grafiska servering var tapioka kips. Kokkur er Norman Savio da Souza úr Goa í India, og borðreitt verður í Barbara Fish House hóskvøld, fríggjakvøld og leygarkvøld við nýveiddum toski, hýsu, kongafiski og havtasku, sum Jákup Sverri undir leiðslu av Helgu Báru Mohr Vang, fiskifrøðingi, legði upp eftir fyrstu royndarkanningarnar á Bankanum á Vestaru bryggju mikudagin. Av teim trimum kvøldunum valdi eg fríggjakvøld. Vit rinda tólvhundrað krónur hvør fyri samlaðu máltiðina av Bankanum og vínið afturvið. Vínið er frá Billaud-Simon, við framúr smakki av fyrst sitrus og síðan djúpum nøtusmakki, og so elegant klassiska Saint Pierre, Le Domaine d'Henri, í báðum førum úr avmarkaða Chablis økinum, sum matstovuleiðarin, John Mikkelsen, ikki bara soleiðis hissini skeinkir afturvið, men eisini vísur seg nágreiniliga at matcha hvønn einstakan part og servering í matskránni av Bankanum, vínið. Tað er altíð stuttligt at kenna og fáa innlit í. Dessertvínið var Rieslaner, Auslese við passiónsríkum smakki av søtari mangofrukt, sum er ein perfekt sloyfa omaná allar seks rættirnar. Seinni hevur John nakað heilt serligt at bjóða okkum við borðið. Hóast breitt fevnandi, er modernaða smakkregistarið hjá Savio serstakliga greitt sett saman, og kennist mær framúr harmoniskt, heilt frá fyrsta svalliga katalonska cava glasinum, sum borðhaldið byrjaði við, umvegis fruktríka Chablis vínið, sum lyfti bankamáltíðina á flog, til søta dessertvínið, sum vit lendu við. Og so er tað okkara serliga treat, okkara heilt serliga servering, sum John lítillátin kemur við, eftir at vit hava frittað. Vit eru í býnum Beaune, sum verður róptur vínhøvuðsstaðurin í Bourgogne. Her liggur eitt elligamalt, friðað sjúkrahús, Hospices de Beaunes ella Hôtel-Dieu de Beaune, sum byrjaði sítt virki í 1443, stutt eftir hundrað ára kríggið og heldur ikki so langt eftir, at økið varð rakt av Svartadeyða. Hospice de Beaune gjørdist ein týðandi vínframleiðari, og 1859 fóru tey undir at selja vínið tey framleiddu á uppboðssølu. Soleiðis greiðir Johannes Jensen frá fyri Inga Samuelsen í Vikuskiftisblaðnumum hjá Portalinum um hátíðarligu hendingina í Áarstovu mikukvøldið. - Vínheystið av markunum hjá Hospice de Beaune, verður nú selt hvørt ár í november mánaði, so skjótt sum ársins vín er latið í tunnur, men ikki klárt at drekka enn. Tað er altjóða uppboðssøluhúsið Christie’s, sum stendur fyri søluni. Johannes Jensen var so heppin at sleppa við til uppboðssøluna í november 2019. Hann keypti sína tunnu, av markini, ið kallast Maurice og settið navnið hjá John Mikkelsen á etikettina á teim 220 fløskunum, sum nú eru Heima í Havn.  John skeinkur okkum í gløsini, og vit kunnu sanna við orðunum hjá Mortani í Hamrabyrgi í Vikuskiftisblaðnum í dag: - Hetta røkkur langt upp um alt annað vín, sum vit higartil hava hildið verið tað besta! Frá Barbara Fish House og hátíðarligari vínservering fara vit í Dandastovu, har Gullhornið var fyrr, og øl-gourmet stovan Mikkeller er í dag. Her hitta vit nýggja bryggjaran hjá OY, sum ger klárt uppi á Hálsi við tangum úr Ísrael.  Tað er Jonathan Cutler, sum við ZZ Top skeggi er komin úr Chichago, og skal verða her í eina tíð, ikki neyðturviliga fyri at gera spesielt øl, sum at gera gott øl, vissar hann meg um, og peikar á glasið og sigur, at tað er hetta, sum er í fokus. Bryggið í glasinum. - My goal is not to suck, sigur stuttligi amerikumaðurin, sum hevur smakkað ræstan fisk, lambskjøt og garnatálg í Koks í Tivoli í Keypmannahavn, innan hann gjøgnum Mikkeller samstarvið kom higar. Greitt er at vit hava felags tokka til sitrusbeiska Sierra Nevada bjórið úr kaliforniska býnum Chico. Við í borðhaldinum er sviin Bengt Lorentsson, sum er fiskasølumaður hjá Abba og Calles Kaviar og í 25 ár hevur havt handilslig sambond í Føroyum og keypt frá Tavuni í Lorvík og øðrum. Vit skifta orð um nýggju sangirnar hjá Abba, sum Bengt dámar serstakliga væl, men skjótt gerst greitt, at hetta er hermetikkfyritøkan Abba Seafood í Kungshamn, sum kom til fyrr enn tónleikabólkurin og alt virksemið hjá Stikkan Andersson, sum Bengt samskifti við um ymsu loyvini framhaldandi at brúka gamla navnið, hóast tey blivu so ovurhonds populer, Abba.  Íverksetarin, Jóhan Mortensen, er sambindingarliðið við Bengt og risastóru svensku hermetikkfyritøkuna. Tá Jákup Sverri kom á Havnina mikumorgunin, var Bengt har, og fekk eins og Kári Sólstein, sum filmaði og sendi beinleiðis til morgunsendingina í Kringvarpinum, eina rundferð umborð á stásiliga kanningarskipinum, sum legði at bryggju aftanfyri Enniberg.Úr lívligu Dandastovu fríggjakvøldið, eru vit nú aftur umborð á nýggja havrannsóknarskipinum Jákupi Sverra, tá hann kom aftur av fyrsta royndatúrinum á Føroyabanka. Túrleiðarin, Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur, vísti okkum runt umborð á stásiliga skipinum.- Telja vit toskarnar, so hava vit fingið 159, sum er betri úrslit enn í fjør, hóast hann tykist minni, er millum 80 og 100 cm, sum tó er gott, tí tað merkir, at vit ikki bara fáa gamlan tosk, sigur Helga Bára, ið er leiðari á kanningarferðini og letur væl at vektini. Lægsta toskatalið hjá Magnusi Heinasyni á Bankanum var 30. Føroyabanki hevur verið stongdur fyri vinnuligari veiðu síðani 2008. Í formellu frágreiðingini um fyrstu royndina hjá Jákup Sverra á Bankanum, tekur Helga Bára soleiðis saman um úrslitið: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnmetingunum av toski, hýsu og upsa og møguliga øðrum fiskasløgum á Føroyabanka. Harumframt skuldu hydrografistøðir takast at fáa sjógvsýni til e-DNA-verkætlan hjá Havstovuni. Allar 29 støðirnar á Føroyabanka vóru kannaðar. Í alt vóru 53 trol- og hydrografistøðir tiknar. Harav vóru 29 tóv og 24 hydrografistøðir. Á túrinum vóru fingin 40 ymisk fiska og djórasløg og nógv tað mesta var hýsa. Nøgdin av hýsu er tann minsta síðani 2017, men er kortini 930 kg pr. tíma. Nøgdin av toski var meir enn í fjør og er hetta triðja árið á rað, at nøgdin av toski er yvir miðal í mun til árini 2008-2018. Hetta er tó væl minni enn frá 1996 til 2003, sum er tað síðsta tíðarskeiðið toskastovnurin á Føroyabanka var væl fyri. Nógv var eisini at fáa av gulllaksi. Matstovuvinnan ynskti at keypa 40 toskar og nakað av hýsu. Eyka DNA prøvar vóru tiknir av nebbasild og gulllaksi í sambandi við verkætlan hjá Fróðskapasetri Føroya.- Men hetta er umleið helvtin av tí sum krevst, fyri at vit kunnu meta, at toskurin er nøkulunda komin fyri seg aftur á Bankanum, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur, við Kára Sólstein í Útvarpinum. Hann leggur afturat, at gýtandi toskur trívist best, har hitin er um 6-7 hitastig, men á Bankanum hevur hitin ligið um 7,5-8 hitastig í apríl, ið er árstíðin, tá ið toskur gýtur. Hetta kann hava neiliga ávirkan á toskastovnin á bankanum, men tað ber ikki til at gera eina niðurstøðu, at veðurlagsbroytingar aleina er orsøkin til vánaligu støðuna hjá bankatoskinum. Tað er meira komplekst enn bara tað. Tey fingu eisini nakað av smáfiski hesuferð, so tað kann verða ein ábending um, at har er ein tilgongd á veg av toski á bankanum, sigur Petur Steingrund.Høvuðskokkur á matstovunum Heima í Havn er Teitur Christensen, sum var á Vestaru bryggju mikudagin og keypti, tá Jákup Sverri kom av Bankanum og trukkarnir koyrdu alt uppá pláss, har Barið heldur til.Uttan at taka úr okkara felags kova verður eingin matur, hvørki grønur ella kjøtiligur, grønt ella reyðdryppandi av lívssevju, at leggja á borðiskin. Skalt tú eta, skal okkurt doyggja. So ósentimental er borðreiðing. - Og á Bankanum kundi ein trolari tikið alt í einum, heldur ein bersøgin fyri á dekkinum.Yvir nýveidda bankatoskinum, sum ikki er eins atkomuligur og ríkur í tali sum springararnir í Skálafirði, fari eg í clinch við meg sjálvan í einum tanka um, hvat tað er, vit helst vilja leggja á diskin, tá vit bjóða til borðs. Tí aldri áður hava aldurnar brotið hægri enn beint nú, tá vit tosa um tilfeingi, matgerð og -siðir. Skrivandi vinmaðurin, Uni Arge, helt mánadagin fyri, at kanska varð springaradrápið sunnudagin mønustingurin hjá grindadrápi í Føroyum. - Tú sigur nakað; í teirra eygum er tað jú Flipper, vit drepa, svari eg aftur, uttan at hugsa um tilfeingið, sum ikki á nakran hátt er hótt, ella eigur at elva til mátahald í veiðu á sama hátt sum úrslitini av Bankanum vísa, nú tað ræður um toskin, ið har er vorðin eitt svinnandi ríkidømi, sum vit veruliga eiga at ansa eftir, dyrka og foredla í tann mun, vit fáa fatur á honum, bankatoskin, sum hina hægstu tilfeingisvøru - í nógv størri mun enn konsumspringarar - og sum vit eiga at hugsa inn í matarvarðan, sum Fólkaheilsuráðið í almennum høpi minnir okkum á í hesum døgum.Kostur og okkara fatan av mati er á breddanum í øllum miðlum. Vinnan fordømir springaradrápið og týsmorgunin førdi fólkalívsfrøðingurin, Jóan Pauli Joensen, fram í Kringvarpinum, at springaradrápið var for grammligt. Ja, kanska er tað bara grammleikin, ið fær okkum og allan heimin at fata springaradráp sum andstyggiligt, tí tað er í so stórum mongdum, beint her hjá okkum og ikki í Japan, og púra uttan fyriskipaðan varning og tað ein sunnudag, tá føroyska øvrigheitin ikki er at treffa. Eg veit ikki. Gjáramorgunin spílaði morgunsendingini hjá Kringvarpinum seg rættuliga út við bankatoski púra laiv, tá tey saman við kokkinum Jákupi Sumberg, sendu úr køkinum á Hotel Hilton, so alt landið fekk høvið at fylgja við, eisini á filmi. Framúr felagsátak, sum eg veruliga sakni í okkara einstaklingastýrda samfelag. Avrik eru einki uttan í felag. Skjótt verða fjøllini gingin og so verður svavað og slaktað í túsundum. Tó varð seyðakjøt fyri fimtan milliónir keypt úr Íslandi í fjør. Størsti handil í landinum, Miklagarður, innflytur neytakjøt, sum er slaktað í Nýsælandi og ført í kølibingjum hjá Mærsk um allan heim, og gera vælmeintan lýsingafilm afturvið um langflutta CO2-átakið, sum helst er so nógv tað besta kjøtið at fáa til keyps í Føroyum. Men ikki er tað stuttflutt, sum er hin nýggja og sjálvsagda mantra, Gásadalsorðið stuttflutt, sum Lena Reinert fann uppá. Recalculate, sum gps-konan sigur, tá tú fert skeivan veg. Recalculate.Og nú má eg ansa eftir, ikki at missa toskin av agnarhaldinum, her eg siti vælgøddur Heima í Havn, meðan eg lesi, at ein av grindamonnunum skjýtur upp, at næstu ferð, eiga teir springarar, ið ikki eru deyðir eftir einum korteri, at sleppa úr drápinum. Vegna dýrini stendur humanisman fyri skotum.Hóast vit ikki taka so nógvar soppar sum í Piemonte, so stendur eftir, at vit taka okkum rættin at drepa fjúrtanhundrað springarar í einum høggi undir opnum himni eitt sunnukvøld í Skálafirði, tí tað er havsins gudagivni fongur beint frá skaparanum og til okkara, hóast eyguni illa vilja venja seg til opna blóðbaðið, sum øll onnur krógva burtur og læsa niður í armerað sláturhús í aftasta kjallara, har eingin sleppur, fyrr enn alt er skolað og runnið burtur, tí blóðigur slátur fer út um øll fíntfølandi eygnamørk, tá tað snýr seg um at fáa mat á borðið. So spæla vit í besta føri klassiskan tafelmusikk hjá Georg Philipp Telemann afturvið, at fáa alt at glíða niður. Tí vit eru eitt mentað fólk. At eta er ikki sum at siga tað. Máltíðin staðfestur munin á lívi og deyða. Sveitin verður rørdur í kjallaranum og kemur ikki á borðið. Men hann krevur eitt lívlát, sveitin.Og enn má eg minna meg sjálvan á toskin, okkara besta kast í heimsins gastronomi, bankatoskin, sum liggur fyri mær, nýveiddur og angandi frá Helgu Báru av nýggjum skipi. Her er tað Kári Sólstein, sum er sloppin at filma fyri tjóðina niður í kørini í lastini á Jákupi Sverra, har fyrstu royndarúrslit av Bankanum síggjast.Harragud, grindamenn, blóð merkir lívlát. Andi nú inn og sparið okkum fyri blóð á nethinnuni, meðan vit fara til borðs. At eta er kontemplatión og ein av teim fáu løtum, vit kunnu loysa okkum úr gerandisdegnum. Matstovur eru vorðnar friðskjól og oasur at tjúkla um okkum í speed skjóta samfelagnum.At sjónin av blóði hevur týdning, tá vit slakta, fyri at fáa mat á borðið, slapp eg at varpa ljós á í Tromsø í 2003. Uppliving av smakki verður støðugt sett á skrá, eisini har vit ikki høvdu væntað tað, tí umframt vinnumál, er matur á borði eisini virðispolitikkur, mentan og atferð. Annan vegin at verða hevdvunnin og halda fast um okkara skjalfestu hevd, hóast blóðdryppandi og at síggja til barbarisk, og hinvegin at gagnnýta stuttfluttan mat, so hann kemur skynsamt á føroyska borðið. Tí tað er tað, øll matgerð, fín ella ikki, snýr seg um. Tað, tú óskammaður setur á borðið, og sum frá líður kanst ganda virði og smakk burturúr og hartil laga eina listaliga uppliving, sum tolur at verða sett til sølu.Og so er lukkutíð ein blaðgrein um bankatoskin, sum í kontemplatiónini fær meg aftur á beint. Úr New York skrivar Regin Winther Poulsen til heimssamfelagið í bretsku avísini The Guardian um føroyskan bankatosk, bæði til kræsnar gómar og hvassar skalpellir. Nú skrivar sama avís um springaradrápið í Skálafirði, og mínir amerikansku fotovinir, sum koma higar í næstu viku, hava lovað ikki at gretta orð um alt tað einoygda, teir siga seg lesa og síggja í amerikanskum miðlum, og so slettis ikki at vitja í Skálafirði at taka myndir. Tað dregur á bæði. Og eftir standi eg, og skal forsvara hesa springaramassakru, sum bara poppaði upp, tí onkur sá eina sveiv og tevjaði blóð. Og í Steinatúni møti eg einum donskum pari, sum er komið higar í tveir dagar, bara tí at pláss var fyri teimum á Koks við Leynavatn júst henda dag. Matur er ikki bara át fyri at fáa mettuna, nei matur er aftur blivin tað, hann var innan koronakreppuna - kjakevni um smakk og fremmandar mentanir, hildnar upp móti tí heimliga fyri at skapa eitt perspektiv og savnast um eina virðismeting, ikki bara pekuniéra, men eisini í guvandi smakksøgu, sum í aktuella førinum nemur við sluppsøgu, føstu og katolisismu. Bankatoskur verður ein skúlatími um vinnulig sambond við iberisku hálvoynna og katólsku miðjarðarhavslondini.Ja, og so eisini um heimliga tænastuvilligheit, arbeiðsmarknað og útboð, sum hundrað ár seinni, tað er á okkara døgum, óloysiliga eru knýtt at dagsins ferðavinnu, sum er tann vinnugrein, ið ger tað møguligt hjá matstovum í Havn at hava eitt spennandi matkort, og megna at lofta tí, sum fyrijáttað er, til ein prís, ið møtir okkara villigheit at betala, sum var tað ein staður millum eksperimentarium og listasavn. Altjóða ferðavinnudagurin, ásettur av ST í 1980, er 27. september, tá Fílabeinsstrondin er vertur: World Tourism Day 2021 highlights the power of ‘Tourism for Inclusive Growth’, verður sagt á heimasíðuni hjá ST, sum eisini upplýsir, at amerikanski forsetin, Joe Biden, verður á talarastólinum í høvuðsborgini nú mánadagin 21., ið er ein markant broyting frá fyrrverandi forsetanum, sum ikki vildi vita av heimsstovninum ST. Tað eru eisini broytingar úti í heimi.Úr Hetlandi siga tey eisini frá, at nú hava tey fingið ein mat og ferðavinnu ambassadør, Claire White, sum er ein av 25 skotskum sendiharrum við heitinum regional food ambassador. Kanska eitt uppskot til føroyskar myndugleikar, at fáa í lag her eisini.Herheima er matstovuvinnan komin í gongd aftur og altjóða Michelinstjørnurnar standa við. Eisini nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, sum hevur verið á Bankanum, og lagt upp til matstovurnar niðri í tronganum millum Áarvegin og ósan við Kongabrúnna, Heima í Havn, sum tey rópa, fyrsta steðgistað, tá gomlu ferðamannaskipini komu, har ið havnarmenn í fyrndini eisini fingust við at meiðsla grind, er komið í gongd.Men nú eru vit í aðrari tíð. Alt er annarleiðis. Óansæð, hvat springaradreparar siga og gera, lata vit okkum ikki renna um koll av konsumkravi um lægsta felagsnevnara frá reikferðareiðaríum í Panama ella Bermuda, eru tey ikki longu stygd burtur. Vit hava í mong ár megnað at staðið á egnum beinum við staðbundnum og oftast stuttfluttum rávørum og tí mest hegnisliga mátanum at matgera, sum afturfyri hevur verið virðislønt við Michelinstjørnum í fleirtali, sum aftur generera meirvirði í ferðavinnuhøpi tá einstaklingar ella fá fólk ferðast. Bara ikki stórbólkar í egnum bussum, sum dúva uppá bíligasta konsum, hvar tey so fara. Avbjóðingin er at umsita tað skilagott og hegnisliga, so vit, heimligi brúkarin, støðugt kann hvessa sær likamligu leykirnar at smakka tað, sum gott er, á tunguni. Tað er tað, vit eru uppi ímóti, tá vit seta knívin á ein springara. Vit missa attraktiónina sum ferðamannaland, tá eysturoyingar stinga springara. Kanska varð hetta veruliga mønustingurin fyri grindadráp. Í tíggju ár hava vit savnast um henda um eina leið gastronomiska og søguliga tulkingarfelagsskap, bankatoskin, og alla ta søgu, hann fyrr dróg eftir sær og kanska kann vekjast upp aftur úr dýpinum, livst so spyrst.Hóast nóg mikið av toski er lagt upp til matstovurnar, er úrslitið enn ikki á so góðari leið, at vit kunnu siga at hann er komin fyri seg, hóast hýsan stórtrívist, sigur serkunnleikin.Eftir stendur, at bankatoskur slær ikki falskar mentir. Hann er enn hin ósvitaliga krúnan á heimiliga gastronomiska verkinum ovast í føðsluvarðanum, spyrt tú meg.  Leingi livið mildi toskurin av bankanum, sum í gastromiskum høpi er okkara varisliga íkast, tá umræður tað mest unika og próvfast sjáldsamasta, vit kunnu savnast um á heimsins døgurðaborði her hjá okkum. Samstarvið millum Havstovuna, Jákup Sverra og matstovurnar Heima í Havn er eitt varisligt boð uppá inclusive growth, sum ST setur á breddan í hesum ferðavinnudøgum, nú vit aftur fara til borðs og skifta orð um mat og tilfeingi ikki bara úti í heimi, har flestu búgva og eiga størstu miðlar og matstovur, men beint her heima hjá okkum. Tað er besta nyttufilosofi, eg kann koma í tankar um, inclusive growth. Ljóskeldur Hósdagin í farnu viku byrjaði kringvarpsfotografurin Bjarni Árting Rubeksen at leggja myndir út á Facebook, har hann hevur fylgt og enn fylgir politisku samgongusamráðingunum eftir løgtingsvalið. Nýggjastu myndir eru frá mánadegnum í gjár. Nú hevur Kringvarpið lagt myndirnar út á teirra heimasíðu , so øll kunnu fylgja við, síggja og uppliva myndirnar. Tí ein mynd er ikki bara tað avmálda knips, sum tú gjørt í eini handavending við iPhonini ella tí, sum fyri hondini er, tá onkur stendur framman fyri tær og ger okkurt forvitnisligt, sum kanska verður søguligt, tí tað ikki ber til at endurtaka. Myndatøka er at steðga heiminum, at steðga søguni, at steðga ferðini og lata okkum síggja løtuna, grundfesta í tí liti og ljósi, sum er til handa. Meistaraverkið, tí tað er tað, er ljóskeldan í hvørjum einstøkum føri hjá Bjarna. Ljósið, sum natúrliga er til staðar, heita peruljósið, sum krýpir upp við bakvegginum og skapar dýpd og rúmklang, meðan hangandi perur kasta ljós á hvítu borðplátuna, so andlitið, sum omanfyri, verður upplýst, meðan kalda dagsljósið fellir inn gjøgnum gluggan, sum er uttanfyri myndina, og kastar ljós á bakgrund ella beint á myndaevnið, alt eftir hvar fotografurin velur at standa. Kanska vil hann eisini siga okkurt serstakt, til dømis undir eini søguligari vetrardrápsmynd úr víkingatíðini, sum norski Nils Berglien (1853-1928) málaði í 1898, meðan løtan darrar í sekundinum og sleppur at liggja leingi á, tí politikarin er hugsunarsamur frammanfyri útvarpsmikrofonini. Hetta er álvarsamt og krevur umhugsni, tí ábyrgdin er so stór, at sjálvt ervaljósið úr tungu loftslampuni er slókt, tí gerandisljósið brýtur sær veg inn frá vinstru og niður á køldu borðplátuna. Ein lagnustund. Løgtingsstjórin, sum vit síggja úr erva, er hugsunarsamur, kanska í døpurhuga, og vónleysu málningarnir á bakvegginum gera ikki byrðuna lættari at bera, hvussu ljósir og organiskir veggir og gólv eru. Eygnabráð, hendur og beinstøða undirstrika løtuna. Ymiskt er, hvussu ymsu floksumboðini hepnast at verða fangaði og sett inn í myndakarmin, men Sambandsflokkurin er tann einasti, sum bjóðar kvinnum inn í myndina, eisini úr øðrum flokkum. Ein sjáldsama væleydnað positioning hjá Sambandsflokkinum. Hóast tvær almennar nevndir eru settar við fimtan umboðum, skrivarum og varalimum at tryggja eina kynsjavnari luttøku í lands- og kommunupolitikki, er støðan katastrofal og munandi verri nú enn á løgtingsvalinum undan. Her hevur eingin gjøgnumslagskraft verið hjá nevndunum, sum ikki tykjast hava neyðuga førleikan at flyta fastfryst viðurskifti. Ymiskt er eisini, hvussu glógvandi eygu, høka, nøs og rukkur í pannu kunnu fangast og haldast føst í løtuni, sum myndatólið tók og goymdi til ævigar tíðir. Tá innlagda søgan er unikk og ikki til at taka feil av, so er bara at bíða eftir rætta ljósinum, stilla inn og taka. So er søgan, næstan ein kærleikssøga, bundin millum fotografin og myndaevnið. Til okkum at njóta. At politikarar eisini hava eitt morgunhjarta av gulli kann ganga fram úr journalistiskum myndareportasjum sum hesari hjá Bjarna. Higartil eru Fólkafloksmenn teir bjartastu, millum annað hesir, sum møtast í heitum ljósi í køkinum at skifta orð um eitthvørt gott og stuttligt. Vónin um at smákøkurnar eru góðar, hon er í hvussu er bjørt og góð, meðan bíðað verður. Ljóskeldan, og heita andlitið mitt fyri, sigur okkum tað. Gnaddarafelagið Undir krígnum teknaði William Heinesen hesar báðar meistarligu pastellmyndirnar, fyrst av brúnasíðu kræddarunum á einum føroyskum nevndarfundi til vinstru, og so hina meiri ertandi spesifikku frá fundi í partafelagnum Trøllakambi til høgru.  Burtursæð frá Pipari og Salt og Amatøroyar, er synd at siga, at vit í nýggjari tíð eiga tílíkar satirikarar, ið traðka fram at halda eina revsandi sjálvsmynd fram fyri okkum. Í hesum nærum fulkomna satiruloysi verður hon latin upp til okkum sjálvi at skapa, satiran. Tá tær almennu nevndarsamsýningarnar hjá øvrigheitspersónum í Føroyum við jøvnum millumbilum verða kunngjørdar, er tað við ikki sørt av satiru í huganum, at eg lesi tølini, sum leska hesar ómutraðu og tó mammonstystu nevndarsálir.  Eg blaði upp hjá Williami Heinesen og kenni meg á bylgjulongd, ja sitandi til borðs við okurskalunum, ið júst hava fingið eitt bein í part, summir vissuliga fleiri enn eitt, at gnaga í glámlýsinum undir krígnum. Eftir bókstavaraðnum fær Alfred hægstu læraraløn frá tí almenna bara fyri at sita í nevnd. Tá er hann ikki eingang farin til arbeiðis. Hinvegin fær mín kæri starvsfelagið, Sólva, ikki undir tonna fyri at stjórna Málráðnum, sum man verða mest krevjandi Uriaspostur í landinum. Aðrar samanberingar kunnu gerast, nú Løgmansskrivstovan hevur kunngjørt hetta yvirlit. Tankavekjandi er, at tekniskar nevndir fáa risaupphæddir, meðan mentanarligar nevndir ikki fáa nakað yvirhøvur. Kanska eru tað A og B fólk, sum fáast við hasi bæði viðurskifti, tey teknisku og tey mentanarligu, hjá tí almenna, og tí verða vald til júst tað góða arbeiðið, vit nú síggja, at tey fáa so góða samsýning fyri, og hini einki. Men tá startpositiónin er so ymisk, at eini persónurin fær meir enn fulla dagsløn innan dagurin yvirhøvur er byrjaður, tá eru viðurskiftini hjá tí almenna snediga ymisk. Ja, man fer aftur at hugsa um finska eksperimentið við borgaraløn, tí tørvurin til dagin og vegin er hin sami hjá øllum nýføddum føroyingum. Soleiðis koma vit í verðina. Og skipanin við einum representativum fólkaræði skal tryggja okkum, at hetta grundsjónarmið ikki fer av lagi. Men tað ger tað jú. Tað síggja vit í yvirlitinum frá Løgmansskrivstovuni. Nú blívur satiran óbehagilig.  Hvussu kann tað almenna hjá løgmanni, sum hevur skrivað henda lista út, forsvara ymiskleikan í nevndarsamsýning fyri sama reiðarí - tað almenna? Og hava allir føroyingar fingið høvið at søkja um almennu størvini hjá Alfred? Ikki tí, eg siti ikki í nakrari almennara nevnd, og ynski mær ikki ein sovorðnan sess. Tað hava vit fólk til, sum sæst á hesum lista. Og tá alt kemur til alt, so er tað trygt at vita, at almennar nevndir eru í væl løntum hondum, so tær ikki tráða eftir meirmutri. Nei, kanska er tað slettis ikki gott við óløntum formansuppgávum.  Eg lati satiruna ganga aftur í seg sjálva.  Tað er óunnuliga óbehagiligt at Løgmansskrivstovan almannakunnger nevndarsamsýningar hjá navngivnum fólki fyri alment arbeiði. Tað eigur slettis ikki at verða alment. (Hesir báðir seinastu setningarnir eru satiran) Nú kemur heystið Hetta er heystið úr Miðstovuni á Sandi, lagt upp í Vágsbotni, har tað verður sett til sølu mikudagin klokkan tvey.  Aldri áður hevur kjakið um matvørur, helst tær stuttfluttu, verið so ágangandi sum í dag.  Orsøkin er fyrst og fremst teir fjúrtanhundrað springararnir, sum vórðu hildnir til í Skálafirði sunnudagin. Tilfeingi, sum vit ikki eru von við, sum skilliga sást í Degi og Viku í kvøld, har Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, og Jacob Vestergaard, landstýrismaður, kjakaðust og róptu í holið á hvørjum øðrum, braneggjaðir, fyri ikki at siga tendraðir og tí framúr undirhaldandi við orðavali, vit eins lítið eru von við, fyri ikki at siga slettis ikki. Tað er sum okkara tilfeingið hevur fest í teir gomlu veljarafundirnar, sum vóru vanligir fyrr. Einki kann sum matur festa í kjakið. Og í morgin verður aftur høvið at smakka og snakka við fróðarfólk heiman av Sandi, sum koma við fullum føvningi av tilfeingi, beint úr heimsins kova. Tey hava purrur, epli, gulrøtur, grønkál, glaskál og røtur. - Sandafløtan er gamal havbotnur, sum kom undan, tá ísurin hvarv, og hitin hevur verið nógvur á Sandi, og tessvegna er mikil gróður, siga tey av Sandi, nú vit kunnu marka í kalendaranum, at tey koma við heystinum til Havnar. Alttilølluppáeingang Í morgun hoyrdi eg Útvarpið siga frá um nýggja Gøtuskipið Gitte Henning1 , sum í einum háli kann fáa fýrahundrað tons. Bara soleiðis í einum slurki. Fýrahundraðtonsíeinumtáegtímioghavigjørtmegút. Samstundis fái eg at vita at barnaútvarpið er ikki komi úr feriu enn, so nú fáa vit tónleikfyriølluppáeingangeinamánamorgunsmorgunstund. Ja, ikki sannheit, tað er eitt sundur trunkerað og trupult at røkka og náa inn til øll uppá eingang. Tann tíðin er farin. Tíðin tá postmaðurin við einari skjáttu kom við øllum til øll í einari útbering í einum distrikti ein Gudagivnandag, sum Ludvig segði. Tann tíðin er farin. Tí velja vit tað, sum flestu kunnu kaperað uttan at fáa tannkremið í rangastrúpan, so alt verður spruttað upp á speglið. So sosialrealistiskt vildi eg ikki at morguntoilettið skuldi verða afturvið Útvarpinum í morgun. Fyrst norski Grieg við morningmood’inum og síðan okkara egni Martin við Morgun – hann høvdu vit longu hoyrt undir morgunlestrinum við meistarliga sálminum Uttan teg – og so Trøllapætur við eitttveytrísoetavitmorgunsanginum. Ogsoerutíðindi. Eg plagdi at halda, at Útvarpið eigur at senda á tveimum rásum. Einari undirhalds- og ítróttarás, og so einari alment dannandi útvarpsrás við smalri sendingum. So eigur Útvarpið allan marknaðin í heimsins fremsta útvarpslandi. Tað er tað. Men hvørt til sína tíð og ikki alt í senn. Og so slettis ikki sum podkast við deyðum produktum at sløða út á heimrustina til onkran at taka fram ein illveðursdag tá tey keða seg. Nei, dynamikkur og sannførandi savningarmegi her og nú. Tað er tað. Fyrilit og varsemi Fyrilit og varsemi eru innbygd grundsjónarmið í øllum lívsins viðurskiftum, sum vit kunnu lesa og læra um í øllum handbókum, heilt frá barnagarði til ellisheim. Ja heilt inn í kapellið.  Men ikki hjá teimum, ið ganga í bjørgunum, ja alla staðni, har høgt er.  Renna hesi fólk seg í ein klett, so er at ganga uppá hann, heldur enn at fara uttan um hann. Tað er ikki ein spurningur um at koma fram, men at vinna á náttúruni, helst har, sum eingin hevur verið fyrr. Tá vinnur tú eisini á tær sjálvum. Høgt og vandamikið, tað er tað, sum alt rushið og kickið er um.  Hæddargreði. Ótamd hæddargreði.  Og á øllum miðlum skal tað dokumenterast, hvussu høgt og vandamikið vit hava gingið, vit, sum altso eru tey, ið beskeftiga seg við hesa hæddarbasillu.  Vit, sum ganga á sløttum, vilja heldur mæla til varsemi. Í fótformaðum skóm, knæverju og hjálmi.  Og vilja hesi hæddargraðu fólk ikki taka við teim vinarligastu ráðum um varsemi og einum lítlum veti av fyriliti, so er næsta stig, at vit sum bara ganga á sløttum, síggja til at hæddargreðingarnir í fyrsta lagi fáa forboð fyri at siga frá, at tey yvirhøvur ganga í skrásettum vandaøki, í øðrum lagi at tey fáa bann fyri at sleppa seyði í reyðblunkandi vandaøki, og í triða lagi at tey, eins og turistar, fáa fullkomið bann fyri yvirhøvur at røra seg í tílíkum lendi.  Fullkomið forboð, tað er loysnin at steðga hesum virksemi, sum ikki eigur at verða tolt, tí tað gevur onga meining í nútíðarsamfelagnum.  Tað er bara grindadráp, sum er svakari og verri at forsvara. Tað er sjón fyri søgn. Don’t leave us alone with the trolls Eru árini til tað, verða vit við jøvnum millumbilum mint á, at tey sum hava nógv uppá hjartað, fáa ikki rúm fyri teirra uppáhaldum, og fara so aðrastaðni. Soleiðis hevur altíð verið. Men aldri fyrr hava so nógv havt so nógvar pallar at skriva á og rópa í. Og at taka repeterandi myndir av Múlafossi og Fossá at leggja á Insta, sum stundir ikki eru at skriva fult út. Insta í minsta. Men samstundis hava tey, sum fyrr vóru einaráðandi í almenna rúminum - teir skriftlærdu kongarnir í jarðarinnar manningarhúsi - aldri verið so hótt at missa tign, sum berar av einastu meiningsfullum setningum í borgarliga samfelagnum. Og góðum repeterandi instamyndum, bevares.  Aldri hevur heimsins kór kunnað verið fjøltáttaðari enn nú.  Men krígsstøðurnar eru ikki færri fyri tað, hvørki í kabulskum veruleika, ella millum bleiktrandi reglurnar á heimliga tíðindaskíggjanum.  Skriviligi førleikin er ikki nýuppfunnin, og maktin at definera, hvør skal sleppa til orðanna er enn eldri. Eins og alt annað, sum stingur djúpt í at síggja til sakleyst meiningsleysa gerandisdegnum, er hetta ein stættarbardagi um, hvør skal sleppa til orðanna, skapa fokus og definera maktina og býti av ágóðum. Hava vit tapt, spyr Weekendavísin, og sipar ikki bara til taliban í Afganistan, men stríðið móti yvirgangi, nú tjúgu ár fara at verða liðin síðan mest skakandi yvirgangsatsókn í okkara tíð. Tiltakandi tvístøður og polariseringin herheima og úti í heimi er ikki bara ein avbjóðing. Tað er blivið eitt grundsjónarmið og støði undir veruleikanum og hvussu vit síggja hann, veruleikan. Og ímeðan breiðkar gjógvin millum tey, sum sita á maktini og tey, sum ómælandi lata seg kúga, tí tey hava ikki pappír uppá vitan og førleikar. Tey røttu papírini at sleppa at bestemma. Gamaní er kríggið tapt móti Taliban. Í hvussu er í løtuni. Eftir Sovjet og USA verður kanska Kina hin triðja maktin, sum tekur seg inn í Afganistan bara í okkara tíð meðan vesturheimurin selur vápnini, flogførini og hernaðarvagnarnar. Og her hjá okkum eru vit upptikin av at teppa viðmerkingar á portalunum. Eg haldi ikki at tað bumbuholið skal teppast.  Fyrr havi eg sagt á hesum bloggi, at rætturin at vera idiot skal virðast og varðveitast. Viðmerkingar undir greinum skulu ikki strikast. Tað er har, sjálvbestaltaðu idiotarnir gera um seg. Við mynd og navni.  Fyrr havi eg eisini sagt á hesum bloggi, at netið og serliga Facebook var fyrsti møguleiki hjá ólærdum arbeiðarum at seta seg afturá eftir loknan arbeiðsdag og greiða frá, hvussu gekst og so út í hjallin eftir einum tjógvi at njóta. Skrivað í ljóðskrift, uttan reyðan lærarapenn, og tó púra forstáiligt. Og helst fyrsta væleydnaða framsøgn hjá verkamanninum í uppgávuni, sum tey lærdu kalla skrivlig framseting. Eg haldi ikki vit skulu teppa henda nývunna tøkniliga skrivimøguleika.  Heldur skulu virkandi redaktiónir við lærdum fakfólki fáa kravboð um at verða virknar, og politisk valdir maktpersónar fáa til uppgávu at tryggja eitt grundstøði, so redaktiónir verða virkisførar í størri mun enn tær eru nú. Annars villast vit í trøllum. Savningarmegi Nú gevst hann, ímyndin av einum sonnum og slitsterkum akkersmanni í landsins førandi tíðindasending í sjónvarpi, Johnsigurd í Degi og Viku. Perman á skúlabókini um fjølmiðlar og á forsíðuni á dagsins Sosiali. Ein tjóðarsavnandi ímynd, sum er trygg og slitsterk, sjálvt tá heimligu tíðindini fáa óvæntaða vend, sum kann verða torskild hjá meiniga føroyinginum at fata, tíansheldur at hava eina meining um. Hann, Sigrún og Bogi verða nú loyst av og yngri kreftir koma til eftir nýggjum skipanum. Frálíkt tekin um ein stovn, sum stillført arbeiðir við sær sjálvum, okkum at frama. Tó, einki er sum at hoyra gamlar útvarpssendingar. Endursendar matsendingar frá kreppuárunum, tá eg sjálvur stóð á høvdinum og gjørdi Náttarravnssendingar, og sum júst í morgun, nú eg lurti eftir fuglaláti omaná morgunlesturin, og so við mergjaðum fosturlandsangi, meðan Johan gongur í fjøllunum og er skóti um ups og ás. Eitt konsept, sum eg enntá minnist frá Janusi Mohr langt, langt undan Johan. Halt kjaft sum eg eri blivin gamal. Og halt kjaft sum útvarpið er stadnað, skránað og skropnað. Tað er bara uppteljingin á Hálsi í Havn eftir valið, ja hvat sum helst val, sum er enn meira afturhorvandi í vitanar- og samskiftissamfelagnum. Meðan sjónvarpsverturin, oftast Sigrún, av einslistum roynir at siga okkum okkurt um gongdina í uppteljingunum langt, langt eftir at høvuðsstaðarhurðarnar eru latnar aftur, so yppa øll starvsfólkini hjá kommununi og valstýrinum øksl, og bara ganga framvið og eru demonstrativt ó-servicemindaði. Slíkur atburður hoyrir ikki heima í nútíðarsamfelagnum, og so slettis ikki tá ein almannamiðil er til staðar. Úti á bygd eru tey ikki so forstokkaði sum í Havn, tá umræður at siga frá um valið í samskiftandi vitanarsamfelagnum, sum er støðið undir almannamiðilinum. Men nú verður lukkutíð boðað frá nýggjum í Kringvarpinum. Tað sigur Ivan við morgunsendingina . Flaggskipið og andlitið úteftir og inneftir er Dagur og Vika , sum verður enduskoðað og styrkt, fokus verður onkuntíð á eitt evni, nýtt studio verður bygt, redaktørur og vertur skulu smelta saman í ein leiklut, eitt ferðalið fer til arbeiðis og skal levara – ja, levera – úr einum Kringvarpsbili hvønn arbeiðsdag í vikuni, tí beinleiðis senditøkni skal í størri mun verða nýtt. Hvat Degi og Viku viðvíkur ynski eg mær bara at allir dagar verða tíðindadagar, serliga sunnukvøld. Dagur og Vika eigur at verða ein redaktionell eind, sum kann spæla út fyri hvørjar 24 tímar og siga okkum, hvat er hent. Sjónarringurin skal aldri verða longur burturi enn 24 tímar. Tað er mítt ynski á hasari fjølmiðlakontu. - Vit skulu menna tað savningarmegi, sum hesin stovnurin og Dagur og Vika eru, sigur Ivan í morgunsendingini, og lovar, at tað fer at hoyrast í ein ávísan mun frá mánaðarskiftinum september-oktober. Hóast upp móti helvtini av sendingunum í gamla Útvarpinum komu frá fríyrkisfólki, er tað ikki fyrr enn nú, at somu ella líknandi sendingar hava verið bodnar út í almennari lisitatión. Tað er frámúr. Men einasta nýskapandi sending eg havi varnast er Pressan hjá Øssuri í Útvarpinum fríggjamorgnar. Hinar sendingarnar eru ikki nýskapandi sum sendingar, men í selektivum fokusi eru tær áhugaverdar, tí tær eru so smalsporaðar, at tað ofta verður komiskt, kanska ófrívilliga komiskt. Havi altíð sagt og tvíhaldi enn um at Føroyar er eitt útvarpsland burturav. Tí gleðir tað meg, at Ivan fer at styrkja útvarpsskránna við høvuðsdenti á tíman millum 17 og 18, við hvestum aktualitetssendingum, eftir okkara arbeiðstíð og innan okkara nátturða. Tað er savningarmegi. Akkurát sum í tí gamla samfelagnum, bara tað ikki verður ov feudalt. Útvarpið er uppá gott og ilt karmurin um tað samfelagið. Hetta er fyrsta av fleiri menningarstigum, at aktuelt verður ment, lovar Ivan og nevnir dokumentarar og eina undirhaldssending, sum eftir ársskiftið verður fyri alt húskið. - Vit skulu duga betur at greiða frá um aktuelt í samfelagnum. Fýra tilboð um mentanartilfar eru komin inn og her er potentiali, sigur Ivan uttan at avdúka nakað. Men hann nevnir eisini gomlu avbjóðingina hjá øllum heimsins almannamiðlum, tey ungu, sum als ikki brúka vanligu miðlarnar av public service og tjóðarbyggjandi slagnum, og tí eru trupul at finna og røkka. - Teimum fara vit at geva eitt tilboð, til dømis ungdómsdokumentarar, í eini sending úr stóru høllini, har samstarvað verður við miðnámsskúlar, og vit fara at vísa føroyskar filmar mótvegis útlendskum filmum og ráki, eisini við kriktiskum ummælum av Netflix og HBO, sigur Ivan, sum kanska er ov mjúkur og bleytur av sær mótvegis innlendskum kritikki av sama miðlatilfari, tí innlendska, sum hevur lyndi til at hvørva í sussi, meir enn so av tí sjálvsmakkandi slagnum. Heimasíðan hjá Kringvarpinum er eisini ein raðfesting, men hon er ikki við í hesi fyrstu ætlan, sigur Ivan. Ofta havi eg hildið, at heimasíðan er avgjørt veikasti og mest heimleysi liður hjá Kringvarpinum, so veikur, at eg onkuntíð, og tað er ikki sjálvdan, ynski at hon ikki var har. - So skjótt vit megna at fáa studiosendingina til ung, so byrjar hon, lovar Ivan. Og tað er vegurin at ganga. Róliga at seta við og aldri kvetta á stokkinum. At øll framdrift byggir á tað hevdvunna úr heimligu Kringvarpssøguni. Tað er fyrsta treyt fyri savningarmegi innanfyri og uttanfyri Kringvarpsmúrarnar. Takk fyri vaktina, akkersmenn og akkerskvinnur! Nýveiddur bankatoskur Tjúgu ára gamli Jógvan Winther Poulsen, ið byrjaði sum uppvaskari í Áarstovu í 2014, og verður útbúgvin kokkur í desember, er kokkur í Barbara Fish House í kvøld saman við Esther Sivertsen, sum sæst longst til høgru á myndini niðanfyri. Teirra millum síggjast tænarin Petrine, íverksetarin Johan, matstovuleiðarin John og tænarin Katrina. Tilsamans borðreiða tey í hesum døgum fyri fullum húsum við eini "Menu from our fjords", har meginparturin av teim vitjandi eru útlendsk ferðafólk, og grundin og tilfarið í øllum rættunum er spilfekst av Føroyabanka. Tað var týsdagin at havrannsóknarskipið Magnus Heinason fyri seinastu ferð legði upp ta veiðu, sum hesa ársins tíð fekst av yvirlitstrolingum á Føroyabanka. Har á Bankanum hava føroyskir havgranskarar støðugt havt fyri eygað, at gera sær eina holla mynd av, hvussu fiskurin hevur tað, har serliga nógv hýsa hevur verið seinastu árini, hóast toskurin, Bankatoskurin, sum gjørdi eitt kvink í mars, søguliga er hin nógv kendasta úrtøkan. So kend, at hon sum ongan ting kundi verið gastronomiska vørumerki føroyinga, burturav, komu vit aftur hartil í veiðitølum. Úr frágreiðingini kunnu vit lesa, at hetta er triðja royndin í heyst, og at nakað av toski og hýsu varð selt til matstovuvinnuna í Havn. Vit kunnu eisini lesa, at tøknin er avgjørt ikki hin besta, so tað er í tøkum tíma, at vit fáa eitt nýtt skip, sum hartil er gjørt til endamálið.  Men á Bankanum er einki til tosk. Sagt verður, at ”tal av nytrum var bert eftir ætlan fyri hýsu (umleið 400). Vit fingu ov lítið av toski og upsa til at náa ætlaða talið av nytrum.” Kanningarúrslitini siga, at ”Tað var minni at fáa av toski í mun til somu tíð í fjør og nógv minni enn tað, sum var fingið í mars í ár. Nøgdin av toski var bert 24% í mun til árini frá 1996 til 2003, tá toskurin á Føroyabanka var væl fyri. Av øðrum fiskasløgum kann nevnast, at tað var nógv til av hýsu, longu, havtasku og hvítingi í mun til onnur ár og at tað var lítið til av upsa, mathøgguslokki og gulllaksi. Magakanningarnar vístu, at tað var nógv til av smáari nebbasild men lítið til av krabbadýrum.” Myndin omanfyri sýnir nøgd av toski, hýsu, longu og upsa fyri hvørt hálið við Magnusi Heinason á Føroyabanka í september síðan yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996. Semja er um, at fiskur av Føroyabanka er góður, ja so góður, at røddir hava verið frammi um at sertifisera eina komandi veiðu har, soleiðis at skipsførarar, ið sleppa at veiða á Bankanum, umframt nautiska útbúgving, eisini skulu hava gastronomiska útbúgving til júst hetta endamál, ið hevur high end brúkarar í avtakaraliðnum, kanska serliga lokalar matstovur, fyri eygað. Hetta krossfelt millum vitan, veiðu og vinnu, andans og handans verk í okkara egna merkantila veruleika, er grundsjónarmiðið í einum nýggjum altjóða hugtakið, sum eg nýliga rendi meg í á arbeiðsplássinum. Tað var stjórin á Námi, sum vísti mær á enska heitið Ocean Literacy, førleikan at umsita lív í havinum á ein ábyrgdarfullan, burðardyggan og innovativan hátt, soleiðis sum Heimsmálini hjá ST skjóta upp í máli nummar fjúrtan, ið hevur turrisliga frámerkið ”Lívið í havinum”.  Higartil hava vit í skúlahøpi bara hoyrt um Digital Literacy, ið hevur fingið føroyska heitið talgildisbúgving. Enn hevur hitt meira vitala og fyri okkum tilverugrundandi heitið Ocean Literacy ikki fingið eitt føroyskt heiti. Kanska kemur tað skjótt, tí ST hevur samtykt at tíggjuáraskeiðið 2021 til 2030 skal verða “United Nations Decade of Ocean Science for Sustainable Development.” - Við einum søguliga próvføstum rætti hava vit higartildags kunnað staðfest, at landið er beint fram fremmandagjørt yvir fyri høvuðsvinnuni, sigur Johan Mortensen.  Fyrr vóru vit ein munandi saltfiskaframleiðari í Norðuratlatshavi við 60.000 árligum tonsum, mótvegis 6.000 tonsum í dag. Hóast vinnan altso ikki er steðgað, ella er nær í námindi deyð, hava vit tó ongan saltfiskakøk, sum eg sjálvur havi sæð í Lissabon, Barcelona, Bilbao og Genova. Tá høvdu vit ein almennan stovan, Vrakarastovnin, har álvarsamir menn við keppi uppá sned, og snúsi og balli í kinnklovanum, flokkaðu fiskin eftir liti og fastleika í uggunum, uttan yvirhøvur at smakka uppá hann.  - So kom reyðargullið, rækjurnar, og man tosaði um góðskukravið, sum var, hvørt tær høvdu svart høvd ella ikki. Enn var eingin rækjukøkur. Og nú eru tað makrelur og sild, sum fáur hevur smakkað. Makrelurin verður blokkfrystur og seldur til Hvítarusslands, Nigeria og Kina. Vit átti at fingið eitt landstýrisfólk við matvøru og matgerð sum fakøki, heldur Johan við borðið og hugsar burturav um fisk.  - Gamaní hava vit Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, men hvørki Setrið ella Glasir hava nakra marknaðarútbúgving, har fiskur og fiskasøla eru kjarnuevnið. Ambitionsstøðið her í Havn er at sleppa í Betrinevndina og at renna hálvt marathon. Her fer at enda galið, heldur hann og vísur til Danmarkar.  - Hygg at Danmark við øllum teirra útflutningi, Landbrugets Afsætningsudvalg, Koen Mathilde og Prins Henrik, sum slóðaði fyri, og lat dyrnar upp við víni og poesi. Men sum ikki eina ferð, so slóða matstovurnar Heima í Havna fyri, tí frá í næstu viku fáa vit makrel sum forrætt, ið Teitur borðreiður við í Áarstovu. Og landsgastronomiskt hava vit eitt flaggskip, KOKS, sum er ljósár frammanfyri almennu Føroyar, heldur Johan fyri og skeinkir føroyskan rølikusnaps, ið smakkar mest sum armagnac ella calvados. Well, Havstovan hevur rikið Magnus Heinason, sum nú fer at flagga út úr tí reiðarínum, til frama fyri nógv umrødda Sverra, ið er navnið á okkara fyrsta veruliga havrannsóknarskipi, kallað eftir fyrsta føroyska havfrøðingi, Jákupi Sverra Joensen (1919-2013), sum eisini var fyrsti stjóri á Havstovuni, sum tá æt Fiskirannsóknarstova Føroya.  Og tá borðhaldið er liðugt í Barbara Fish House, sigur John Mikkelsen, matstovuleiðari, góða nátt úr grannahúsunum heima í Havn, Nýggjustovu, har matstovan Ræst heldur til. Heimurin hitnar Samstundis sum vit síðan aldarskiftið hava dyrkað eina føroyska matgerðarlist, sum aftur byggir á gamla hevd, rávørur og tilgerð, hava veðurlagskanningar verið gjørdar, sum eintýðugt benda á at heimurin hitnar. - Føroyar fara nú eisini at kenna árinið av mannaskaptum veðurlagsbroytingum, sigur Johan Mortensen, ið er ein av fyrireikarunum av ókeypis tiltakinum Heimurin hitnar , sum verður í høllini í Norðurlandahúsinum 12. september kl 19:30. Høvuðsstuðul er Hiddenfjord, sum eisini bjóðar laks. Herrópið hjá alifyritøkuni er Raised in the Wild . Eitt herróp, sum ikki er beint fram, men skapar og hvessir tankar millum aling og náttúru, menniskja og maskinu, tað mannaskapta og tað órørda. - Vit bjóða til eitt áhugavert kvøld, har vit vísa á, hvat vit kunnu hava í væntu, sigur Johan, og heldur fram eitt gastronomiskt framtíðarscenario, sum skjótt kann gerast veruleiki. - Verður skeripkjøt og ræst kjøt ein saga blot um nøkur ár, og hvørvur toskurin av hita, og fer ikki at bera til at ala á firðunum, spyr Johan í ramasta álvara, nú Magnus Heinason ger klárt at fara út á Føroyabanka og fer at avreiða bankatosk, Føroya fremsta gourmet tilfeingi, júst meðan tiltakið er. Í dag eru tey seytjan Heimsmálini hjá ST komin inn í føroysku skúlastovurnar og serligt ljós hevur verið varpað á fjúrtanda heimsmálið, sum er um lívið í havinum. Beint nú boðar Nám til kapping í skúlunum at gera egnan stuttfilm um Heimsmálini við stórum vinningi til flokkin, 30.000 krónur, og at sleppa at vísa vinnarafilmin í Kringvarpinum, so øll síggja. Tí hetta er eitt mál, ið viðvíkur okkum øllum.  Bogi Hansen, havfrøðingur, hevur havt fyrilestrar um havið og veðurlagsboytingar í Útvarpinum longu í 1970’unum, og seinni hevur hann skrivað bøkur um havið og veðurlagsbroytingar, sum Skúlabókagrunnurin og seinni Nam gav út. Eitt virksemi, sum í 2001 gav honum virðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkisbókmentir og í 2006 Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Í 2013 skrivar Havstovan um nýggja kanning hjá altjóða veðurlagsnevndini (IPCC), sum í høvuðsheitum sigur tað sama sum fyrra kanningin í 2007 - ivin er bara minkaður. Jørðin er hitnað nógv seinastu hálvu øldina, og nú er ógvuliga lítil ivi um, at hetta stavar frá brenning av olju, koli og gassi og øðrum av mannaávum, sigur Havstovan í 2013 og ger vart við, at menniskjan eigur sín stóra lut í, at havið fløðir, at ísurin bráðnar, at glopraregn og hitabylgjur eru vorðin meiri ógvislig í støðum. Tann størsta óvissan er, hvat vit menniskju fara at gera. Um tað eydnast heimsins stjórnum heilt skjótt at avmarka útlátið av koldioxidi og øðrum dálkandi evnum, hitnar jørðin sum heild kanska bara eitt stig aftrat, tó at tað verður ymiskt ymsastaðni. Heldur verandi gongd við ótálmaðum útláti hinvegin fram, verður upphitingin nógv størri. Havstovan sigur, at mest er líkt til, at havleiðirnar kring Føroyar fara at hitna. Hetta er tó ringt at siga við vissu, tí okkara veðurlag er so ávirkað av vindi og streymunum, sum reka fram við okkum. Við støði í hesi gransking verður ókeypis tiltakið Heimurin hitnar í Høllini í Norðurlandahúsinum hin 12. september. Umframt Boga Hansen, havfrøðing, fara hesir at hava fyrilestrar við einum føroyskum vinkli við støði í hækkandi hita á okkara leiðum: Jens Hesselbjerg Christensen, Professari : Klimaforandringer og klimamål: Hvor står vi? Hvor går vejen hen? - den færøske vinkel. Petur Steingrund, Fiskifrøðingur : Er Toskurin undir Føroyum ávirkaður av alheims upphiting Ólavur S Dalsgarð, Stjórnmálafrøðingur : Tillaginarætlanir at tálma avleiðingum av veðurlagsbroytingum Sjúrður Hammer, Fuglafrøðingur : Veðurlagsbroytingar úr Fuglaperspektivi Bogi Hansen, Havfrøðingur : Veðurlagsbroytingar og Føroyar Vinn 30.000 fyri 7 minuttir av filmi Aftur í ár skipar Nám fyri stuttfilmskapping fyri hádeild og miðnámi um Heimsmálini hjá ST, har vinningurin er 30.000 kr. Filmurin skal í mesta lagi vera 7 minuttir, og skal í ár snúgva seg um tey burðardyggu Heimsmál, sum hava við lívið í havinum at gera, serliga Heimsmál nummar fjúrtan, ”Lívið í havinum”.  Úti í heimi eru skúlafólk farin at tosa um ”Ocean Literacy”, tað er førleikan at umsita lív í havinum á ein ábyrgdarfullan, burðardyggan og innovativan hátt, soleiðis sum júst Heimsmálini hjá ST skjóta upp í einum og øllum. Higartil hava vit í skúlahøpi hoyrt um ”Digital Literacy”, ið hevur fingið føroyska heitið talgildisbúgving. Enn hevur hitt enn meira vitala og fyri okkum avgjørt tilverugrundandi heitið ”Ocean Literacy” ikki fingið eitt føroyskt heiti. Freistin at lata lidna stuttfilmin inn er 23. november 2020. Vinnarin verður kunngjørdur í Havnar Bio fríggjakvøldið hin 4. desember klokkan 19. Tá verða allir filmarnir, sum dómsnevndin hevur valt, sýndir. Øll, sum eru við í kappingini, sleppa ókeypis inn og fáa poppkorn og kola.  Árni Øregaard, sum sæst á myndini omanfyri, er formaður í dómsnevndini. Allir lærarar í landinum hava fingið boð um kappingina. Eru tó spurningar um stuttfilmskappingina hjá Námi, ber til at skriva til filmskapping@nam.fo ella ringja til Árna á telefon 555179. MA-RA-DO-NA Ole Wich tók myndirnar av Suna Merkistein, tá hann innleiddi sýningina við spildurnýggja heimildarfilminum "Diego Maradona" í Filmsfelagnum mikukvøldið 4. september 2019. Formaðurin í Filmsfelagnum heldur ljósinum. Her er inngangurin hjá Suna Merkistein: MA-RA-DO-NA Eg havi altíð hildið, at tað er okkurt stórbært og máttmikið, sum logar uppi við hesum navninum. Tá ið tað fyri mongum árum síðani frættist um henda nýggja fótbóltsúrmælingin, tóktist tað onkursvegna so sjálvsagt, at hann skuldi eita Maradona. Vit bíðaðu eftir honum. Ótolnaðust at síggja hann. Øll vóru paff, tá ið tey sóu hann dusa sær á argentinska ungdómslandsliðnum, sum vann heimsmeistaraheitið í 1979. Tíðindini um henda nýggja gandakallin gingu sum rótasúpan. Á sumri í 1980 spældi argentinska A-landsliðið, sum tá var heimsmeistari, fleiri venjingardystir í Evropa. Allastaðni var slotað og forvitnast um nýggja gimsteinin, sum nú var komin upp á vaksnamannaliði sum 18 ára gamal. Vit vóru longu kunnugir um argentinska úrmælingin, men brøgdini, ið hann segðist kundi útinna, vóru okkum øllum ein afturlatin heimur. Mangur sigur frá Ólavi kongi, og hevur ikki sæð hann! Útlendskur fótbóltur var nakað, sum tú las um, ella lurtaði í útvarpi eftir, ikki nakað, sum tú sást. Hugsa vit um dagsins samskiftistøkni, valdaði sonn steinøld tey árini. Internet vóru vit lukkuliga óvitandi um, men við nýggja Sjónvarpsfelagnum, sum tók síni fyrstu stetlandi fet í Føroyum í 1979, var ein gluggi út í heim gloppaður. Vikugamlir fótbóltsdystir, sum Danmarks Radio sendi úr Onglandi, vórðu vístir í Føroyum. Hetta kendist sum ein opinbering. Dýrar videomaskinur og VHS-bond vórðu keypt, soleiðis at tú kundi taka upp hesar dystir heima við hús. Nógvir bygdu upp sítt egna privata fótbóltssavn fyrst í 80-unum. Soleiðis fóru føroyingar at kjósa sær síni yndislið í Onglandi - Liverpool, Manchester United, Arsenal, Tottenham o.s.fr. Tá í tíðini mannaðu mest bara bretar tey ensku liðini. Globaliseringin - og við henni vinnuliga kollveltingin á fótbóltsøkinum sum vit kenna hana í dag við fremmandum spælarum á øllum teimum bestu liðunum - var ongan veg komin fyri fjøruti árum síðani. Vit máttu tí brynja okkum við toli til 1982, tá Spania fór at hýsa endaspælinum í heimsmeistarakappingini í fótbólti. Teir dystirnir fóru allir at verða vístir í Føroyum - ikki beinleiðis, men dagin eftir. Bandið skuldi fyrst við flogpostinum úr Danmark til Føroyar. Men vit lurtaðu beinleiðis. BBC var álitið, men Útvarp Føroya samsendi við svenska útvarpið úr Spania. Og tá ið eyðkenda djúpa røddin á svenska fótbóltsfrásøgumanninum kom ígjøgnum frá setanardystinum millum Argentina og Belgia á Camp Nou í Barcelona fingu vit á fyrsta sinni argentinska gandakallin inn í okkara stovur. Tað fór næstan kalt niður eftir bakinum á mær, tá ið svenski frásøgumaðurin hetta summarkvøldið næstan messandi kunngjørdi okkum tann nýggja Messias, sum nú var stigin upp á tann heilt stóra pallin. Maradona! Nú var hann her. Og kvøldið eftir fóru vit at síggja hann. Og taka hann upp á band. Tað var ikki í 1982, at Maradona fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot. Hann var bara 21 ára gamal og ikki mentur at knógva undir teirri  ovurstóru byrði, ið nú var løgd á hann. Aðrar stjørnur skinu bjartari enn hann í 1982. Brasilska landsliðið var ein fragd at sjá tað árið. Úrmælingar trutu ikki á tí liðnum. Sum einstaklingur skaraði Zico kanska framúr, og fekk okkum at gloyma Maradona í nøkur ár. Í roynd og veru máttu vit bíða í fýra ár til vit aftur fóru at síggja hann. Men á sumri í 1986, tá heimsmeistarakapping aftur var í fótbólti, høvdu vit í Føroyum fingið aðrar fótbóltshetjur. Maradona var dottin burtur ímillum. Nú høvdu danir fingið eitt landslið, sum øll høvdu á munni. Í fullum álvara var tosað um, at teir fóru at gera bart, nú teir á fyrsta sinni fóru at vera við í einum HM-endaspæli. Eisini í Føroyum valdaði fótbóltsfepur, tá ið Preben Elkjær, Michael Laudrup, Allan Simonsen, Frank Arnesen og hinir spældu. Maradona var tá komin til ilnar við Jose Nunez, hin máttmikla ovastan í katalanska stórfelagnum FC Barcelona, hagar hann var komin í 1982 sum heimsins dýrasti spælari, og í 1986 var hann endaður í italskum fótbólti, ikki í einum av stóru feløgunum, men í Napoli, sum var eitt miðallið í tí fátæka Suðuritalia. Og tað er í seinna helmingi av 80-árunum, at Maradona ger bart. Hann stígur upp á tann stóra pallin í HM-endaspælinum í Meksiko á sumri í 1986. Allur heimurin er tá sjónarváttur til helst stórbærasta einmansavrik í altjóða fótbólti nakrantíð. Hann er tann brillanti 1. violinsturin á argentinska landsliðnum, sum verður heimsmeistari hetta árið. Øllum er greitt, at hansara lutur er fullkomiliga avgerandi fyri góðu úrslitini hjá liðnum. Hann dusar sær á vøllinum sum tann fimi ekvilibristurin, ið ber av øllum. Men hann fær eisini sinnini í kók. Hann fírir ikki fyri at seta knúgvarnar undir bóltin og geva Várharra skyldina fyri síni lokabrøgd, tá ið avgerandi dystirnir skulu vinnast. Løtu seinni mugu sjálvt tey mest uppøstu yvirgeva seg. Tá rekur hann einsamallur maður hálvan vøllin við bóltinum, sneiðir inn um mótstøðumenninar, ein fyri og annan eftir, til hann at endanum skorar fyri opnum máli. Fótbóltur er í dag vorðin ein næstan vísindaliga struktureraður liðítróttur. Meira taktiskur enn nakrantíð. Disiplinin og kollektiva eindin er í hásæti. Tað er kortini framvegis brúk fyri einstaklinginum. Honum, sum er mentur at gera tað óvæntaða, at skaka javnvágina á tí vælskipaða liðnum, at skapa yvirtalsstøður á vøllinum. Tí verður framvegis leitað eftir virtuosinum. Onkur sigur, at teir fækkast. At teir eru ein doyggjandi rasa í einum alt meira skipaðum kollektivi í tí støðugt vaksandi undirhaldsídnaðinum, sum fótbóltur er vorðin. Eg eri sannførdur um, at fótbólturin hevur tørv á úrmælinginum. Solistinum. Annars verður hann ov kliniskur og kyniskur. Vit hava brúk fyri eini lýsandi fyrimynd, sum kann minna okkum á, hvussu sublimt fótbóltsspælið kann vera. Eftir mínum tykki hevjaði Maradona spælið upp í estetiskar hæddir, tá fótbóltur eisini fær eitt listaligt útrykk. Hann kundi sum eingin annar fara rekandi eftir vøllinum, sum hevði hann bóltin í stuttum tjóðri við sín gylta, vinstra fót. Yvir hansara sveimandi bóltrakstri var tað kortini ikki sami artistiski vænleikin sum hjá brasilska úrmælinginum Pelé, sum hevði tær mjúku og livandi brasilsku sambarútmurnar í sínum rørslum. Maradona var meira kraft og orka. Í gjøgnumbrotunum sást eisini ein feril av einum brutaliteti, sum kanska var skyldur við tann argentinska tangodansin. Maradona er lágvaksin, hevði lágt tyngdarpunkt, var ógvuliga stúttur á beinunum og hevði óvanliga góða balansu. Hann var væl bygdur og krútsterkur. Stóð seg tí væl í nærdystum, var mentur at verja seg og varðveita bóltin undir trýsti. Tekniski førleikin var av eini heilt aðrari verð. Hann gandaði við bóltinum. Við listum og snildum sneiddi hann leikandi lætt mótleikarar til síðis. Og so hevði hann eina accelerasjón og kraft í sínum rykkum og gjøgnumbrotum, sum fekk hann til at fara gjøgnum heilt við bóltinum. Eisini hevði hann eitt framúrskarandi skot - men bara við sínum vinstra fóti. Og oman á allar hesar dygdir hevði hann eisini óvanliga gott eyga og skil fyri spælinum og dugdi tí eisini væl at ætla um, nær og hvussu hann skuldi spæla bóltin frá sær. Maradona blaktraði sum tann lýsandi stjørnan á fótbóltshválvinum í nøkur ár. Seinnu 80-árini var hann í toppform. Tá var hann kongurin. Men innara bræðingin var tá byrjað. Í Napoli. Í øllum fagnaðinum og dyrkanini gongur hann so líðandi til grundar sum menniskja og ítróttamaður. Leikstjórin hevur sum skilst sett sær fyri at lýsa árini í Napoli frá 1984 til 1992. Ein fascinerandi søga við nógvum konfliktlinjum. The rise and fall hjá einum úrmælingi og avgudi í einum tí mest dysfunksjónella býnum í Evropa í teimum dekadentu 80-unum. Tú skalt vera sterkur, skalt tú koma heilskapaður úr slíkum meldri. Maradona hevði ikki førningin til at at standa seg í tráa andglettinum handanfyri uppkritaðu strikurnar. Men eftir standa brøgdini, sum hann útinti á vøllinum. Í huganum á mongum standa tey meitlað fast sum gandur, sum søtur musikkur, sum haldfør fólkslig list, sum tú kann njóta og undrast á - nú og í komandi tíðum. Tí hann er helst hin mætasti solisturin av øllum í heimsins best umtóktu undirhaldsgrein - fótbólti. Í dag hava vit Messi, landsmann hansara, sum ofta hevur verið sammettur við hann. Sjálvur sigur Messi lítillátin, at tann samanberingin er mest av øllum blasfemi. - Eingin kemur í nánd at vera javnlíki hansara, hvørki eg ella nakar annar, sigur hann sjálvur. Um hesin filmurin fer at gera okkum klókari upp á tann spurningin, veit eg ikki, men menniskjansliga prísin, ið rindast skal fyri at vera heimsins besti fótbóltsspælari, fara vit helst at fáa eina hóming av í hesum nýggja heimildarfilminum. Suni Merkistein Áh Brandan, sum hetta er flott   Um vikuskiftið royndi eg nýggja fýrastjørnaða hotellið mitt í Gundadali, Brandan. Tað var sonurin, sum uttan at eg visti av tí, hevði keypt mær eitt vikuskifti við grilldøgurða og morgunmati. Tað var fult hús og øll vikuskiftini, ið vórðu sett til sølu, vóru útseld.  Hóast tað ikki er gerandisuppliving at royna eitt nýtt hotell í býnum - enn eitt nýtt hotell opnar fyrsta dagin eitt steinkastað hanagleiv longur uppi, sum sæst á bilmyndini niðanfyri - so kann eg ikki sigað annað, enn at hetta var ein uppliving av altjóða slag, og tó so serstakliga heimlig.  Undir flagtekju fella húsini so væl inn í umhvørvið, at hóast rúmini eru 124, so hugsar tú ikki um hotell sum tað fyrsta, men heldur um eini væl skipað hús, bygd av einslistum í lendið, sum so aftur hevur tann bága, at tá eingin annar byggiharri í økinum hevur lagt tey bondini á seg, so er úrslitið, at tú beinanvegin varnast reyðu skorsteinspípuna hjá Fjarhitafelagnum sum ein signalboya og punkut streetart mitt í Meksiko, og síðan sjáldsama skurvutu slóðirnar niðan í stadionøkið. Vakurleiki og funktionlitetur standa aldri einsamøll, men krevja tað sama afturímóti. Tað er kjarnin í positivu inertiini, sum er í góðari býarplanlegging. Brandan, sum er bygt á forfalna Húsagarð, er dømi um júst hetta. Og sum sæst innast í horninum í matstovuni taka hotellánararnir júst hetta í størsta álvara.  Hotellið er modernað, næstan sum í háfjallsfilminum Force Majure, við norðurlendskum sniði, bjørtum litum hjá Edward Fuglø og organiskum tilfari, sum kennist gott at nema við og taki í, tá hurðar skulu opnast, eisini úr glasi. Háfjalshotellið í Meksikolægdini er ljóst, fjálgt og heimligt innan og við svartbræddum brettum uttan.  Men fyrst møtir tú einum fryntligum manni í móttøkuni, sum í stundini lovar mær eina ísspann á kamarið, tá eg skilji, at eingin ísavtomat er á gongini. Ein ginn og tonic skal man hava afturvið søguliga landsdystinum í Landskrona henda leygardag seinrapart. - Hevur tú roynt appina, spyr hann og instruerar, hvussu eg kann tjekka inn á telefonini og opna hurðina. Eri púra paff, at lyklarnir er farnir í søguna, lyklarnir, sum fyrr vóru so stórir og tungir, at tú ikki skuldi gera tær hugsingar um at fara avstað við honum í lummanum, obskøna lykilinum, við gummiringi, nummari og hotellnavni á. Tann tíðin er farin. Hotell er blivið ein funktionell eind, sum tíðarrøtt møtir gestsins krøvum beint her og nú hvaðani hann so kemur. Og tá eg hyggi út, rullar ein hvítur týskur bilur framvið. Traumfänger stendur á øllum hurðunum, tá fólkini tøma hann og koma inn.  Tað er útrúligt at síggja so dyggan funktionalitet, um ikki mitt í Havn, so mitt í Gundadali, við gøtum og Plantasju dygst við, og hópin av parkeringsplássum á egnum øki, uttan at órógva grannar - og sum tað allar týdningarmesta: uttan at byggja upp fyri hjá nøkrum, tað eg dugi at síggja. Einasta eg kundi hugsað mær in a perfect world var, at húsini kundu verið snarað eitt vet oman móti býnum, so fremsta sýnið var júst Plantasjan og ikki forferdeligi opningurin niðan í undirstellið av Gundadali. Men byggilinjan fram við vegnum hevur helst ikki loyvt hesum idealtanka.   Fult er í matstovuni bæði til stóra grillborðið leygarkvøldið eins og stóra morgunmatarborðið sunnumorgunin. Tá fara summi í diskretu hitapottarnar, meðan onnur fundast um stórmál í erva. Her eru bindiklubbar úr Klaksvík og vinnulívsmenn úr Gøtu. Eins góður og maturin, og tað, sum skonkt verður í gløsini, eru tey, ið leygarkvøldið sita við hini borðini og fylla rúmið, ið verður sum eitt hav við práti og glinti. Ístaðin fyri koronastongsil spæla aldurnar fyri einum nýggjum framburði, har vit øll eru statistar. Sitandi í Gundadali má eg narra eyguni og klípa meg í armin í eini varisligari vón um, at fata at tað veruliga er so, og at dreymurin um eina endurfødda hotellvinnu ikki er ein hvørvisjón, men tann blektaði veruleiki her og nú.  Áh Brandan, sum hetta er flott! Hvønn mikudag x 14 Nýggjasta heystroynd hjá Filmsfelagnum er at vísa film hvørt mikukvøld. Við yvirskipaða endamálinum at síggja film í felag, fara úrvaldu fjúrtan filmarnir hetta til jóla at lýsa menn á filmi og kvinnur á filmi, mannfólkafilmar og kvinnufilmar, um tú vilt. Heimildarfilmurin um Maradona og virðislønti norski filmurin ”Út at stjala ross” eru millum fyrstu mannfólkafilmarnar. Danski ”Kollision”, sum byrjar við útsýninum hjá einum tyrluskipara í Føroyum, nemur við rættindini hjá einum pápa, tá húskið kollsiglur. Sami sorgartráður verður tikin upp í íslendska arthouse filminum ”Hvítur, hvítur dagur”. Ævisøguligi filmurin um Judy Garland við Renée Zelwegger í høvuðsleiklutinum og spanski ”Carmen og Lola” um forbodnan kærleika, eru tveir av kvinnufilmunum í heyst. Stóru leikstjórarnir, Almodóvar úr Spania og Petzold úr Týsklandi, eru umboðaðir við hvør sínum filmi millum menn og kvinnur, ”Pína og heiður” og ”Transit”. Í Filmsfelagnum fer Kringvarpið hetta skeiðið eisini at frumsýna nýggjan film um country í hjørtunum á monnum í Føroyum. Seinni verður filmurin sendur sum stuttrøð í sjónvarpi. Tveir tónleikafilmar, annar við Roger Waters, og hin við Metallica, fara eisini at verða sýndir. Hesin seinni er enn ikki upptikin, hóast hann verður sýndur 9. oktober, so feskur er hann. Ætlaða triðja tema, sum verður sett á skrá í Filmsfelagnum eftir ársskiftið, eru ymsar tilgongdir at lýsa holocaust, m.a. við nýggja satiriska filminum ”JoJo Rabbit” og ævisøguliga ”Radegund - A Hidden Life” eftir meistaran Terrance Malick. Elsta felag í landinum Filmsfelagið er elsta felag í landinum, ið hevur filmsýningar sum áhugamál og virksemi. Umframt Havnar Bio samstarvar Filmsfelagið við filmsframleiðarar kring landið, SALT, Løkshøll, Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF), Tórshavnar Film Festival (TÓFF) og annars øll, ið vilja sýna film fyri fólki í felag. Havnar Bio hevur fingið loyvi frá nevndini í gamla Filmsfelagnum, at sleppa at brúka heitið á felagnum, og at velja filmar við ráðgeving frá gomlu nevndini og filmshugaðum annars. Heystskrá 2019 Ikki er neyðugt at tekna limaskap fyri at síggja úrvaldu arthouse filmarnar í Filmsfelagnum. Alt um filmarnar er at finna á Facebookprofilinum hjá Filmsfelagnum. Atgongumerki fáast við skivuna í Havnar Bio og á netinum bio.fo/filmsfelagið. Í løtuni eru tað Birgir Kruse og Ole Wich, sum mynda Filmsfelagið og skipa skránna saman við Jákup Eli Jacobsen, leiðara í Havnar Bio, og øllum, sum hava áhuga at síggja og vísa film. Mikudagin 4 september kl 20:00 Diego Maradona (Asif Kapadia 2019, Bretland 130 min, Suni Merkistein innleiðir) Mikudagin 11 september kl 20:00 Pína og heiður (Dolor y gloria, Pedro Almodóvar, Spania 2019 113 min) Mikudagin 18 september kl 20:00 Transit (Christian Petzold, Týskland 2019 101 min) Mikudagin 25 september kl 20:00 Eg reið mær avstað - country í Føroyum (Suni Merkistein, KVF 2019 130 min, Ivan Hentze Niclasen innleiðir) Mikudagin 2 oktober kl 19:30: Roger Waters: US+THEM (Sean Evans, Bretland 2019 135 min) Mikudagin 9 oktober kl 19:30: Metallica & San Francisco Symphony S&M2 (Wayne Isham, USA 150 min) Mikudagin 23 oktober kl 20:00 Út at stjala ross (Hans Petter Moland, Noreg 2019 120 min, Kim Simonsen innleiðir) Mikudagin 30 oktober kl 20:00 Kollision (Mehdi Avaz, Danmark 2019 112 min) Mikudagin 6 november kl 20:00 Judy (Ruper Goold, Bretland 118 min) Mikudagin 13 november kl 20:00: Carmen & Lola (Arantxa Echevarria, Spania 2018 103 min) Mikudagin 20 november kl 20:00 Honeyland (Kotevska & Stefanov, Makedonia 2019 87 min) Mikudag 27 november kl 20:00 Claire Darling (Julie Bertuccelli, Frakland 2018 94 min) Mikudag 4 desember kl 20:00 Surprise filmur TBA Mikudag 11 desember kl 20:00 Hvítur, hvítur dagur (Hlynur Pálmason, Ísland 2019 109 min) Norska Mona Fastvold er favorittur í Venezia Fotolist í Listasavninum Fríggjadagin letur upp ein sjáldsom framsýning við føroyskari, íslendskari og danskari fotolist. Sjáldsom í sjálvum sær, tí fotoframsýningar burturav hava ikki verið í Listaskálanum alt tað eg minnist, kanska ongantíð. Meðan politiskar samráðingar eru um sokallaðar etiskar spurningar, ið sum skilst ikki er óetisk fíggjarlóg, óetisk heilsa ella óetisk fiskivinna, men abortur, kynsskifti og samkyndleiki, sum skulu fáast aftur á rætta etiska partapolitiska eftirlitsleið, so kunnu vit á hesum einasta alment stuðlaða listapalli í landinum uppliva ein íslendskan kvinnuliga fotograf, Hallgerður Hallgrímsdóttir (f.1984), sum hevur haft sex við huldufólki og vættrum og í smálutum lýst í bók, hvussu avgongurnar komu og hvussu sáðgóðskan og -liturin hjá jólavættrunum var. Tað er alt til skjals í bókini Please YoursELF. A Short Guide To Having Sex With Elves in Iceland,  sum kom út á jólum í 2005. Bókin, sum er ein av seks hjá Hallgerð, kom rímiligvís í bretsku avísirnar. Hallgerður, sum hevur havt hópin av framsýningum við landslagsfotolist, er útbúgvin í Göteborg, Glasgow og Reykjavík. Netmiðilin Artquest lýsir hennara avrik sum eitt spæl við fotomiðilinum: "toying with the language of her medium, disrupting perceptions of established Icelandic photography and drawing attention to everyday non-events." Umframt verk eftir íslendsku Hallgerður Hallgrímsdóttir, eru eisini fotoverk eftir danska Per Bak Jensen (f.1949), sum er fyrsti fotografur, ið er útbúgvin á Kongaliga Danska Kunstakademinum, og okkara egna Inga Joensen (f.1953), sum er útbúgvin á Danmarks Designskole, og sambært heimasíðuni hjá Listasavninum, er mest virdi fotolistamaðurin í Føroyum. Danski Per Bak Jensen verður á sama staði lýstur sum undangongufólk innan fotolist í Danmark. Teir hava báðir haft hópin av framsýningum og givið út fleiri fotobøkur. Um Inga ber lættliga til at siga, at hann eigur bestu grafisku metingarevni í innlendsku prent- og desain vinnuni. Innbjóðandi teksturin hjá Listasavninum sigur, at ikki bara eru listafólkini norðurlendsk, men er hetta eisini galdandi fyri teirra myndevni. Øll trý hava eina minimalistiska tilgongd til fotolistina, og júst hon undirstrikar dámin av tilgjørdari mynd heldur enn bara eini veruleikaendurgeving. Samstundis hava tey trý fotolistafólkini teirra persónliga eygleiðingarhátt, og á tann hátt geva verkini á framsýningini hvørjum øðrum við- og mótspæl innan fyri minimalistisku hillina í fotolistini, sigur Listasavnið um framsýningina, sum letur upp fríggjadagin Filmur sum exorsisma Filmur er løgin. Fleiri tú sært, løgnari verður hann, eins og uppliving av at síggja film, serliga orðleysan film, sum óivað er upprunaformurin fyri filmi, orðloysingar, forloystar í myndum, ið vit fata sum ljóslivandi, hóast vit meginpartin av tíðini sita í myrkri.  Men kunnu filmar og søgur fatast og brúkast sum exorsisma, at reka út illar andar í okkara tíð? Tú letur hurðina aftur, letur teg søkka niður í biografstólin og ljósið í rúminum sløknar. Heimurin er úti og tú ert inni. Inni í svørtu boksini, har einki órógvar uttan filmurin á løriftinum. So byrjar hann og tú ert prísgivin. Situr undir heimsins brúsu, sum eg vil kalla film og filmisku upplivingina. Hvør strála rakar teg. Og hvussu hon rakar teg, er bundið at tær og tínari fatan av filminum og tí evni hann blakar upp á løriftið, sum var tað ein squashveggur, ið er nógv størri og hægri enn tú. Og so er tað, hvussu estetikkurin er brúktur sum ein krúlla á halanum at náa og fínkemba júst tínum andaliga habitus.  Siti eg saman við tvey hundrað øðrum biografgangarum, so standa mín og hinar tvey hundrað filmsupplivingarnar darrandi í luftini millum okkum og løriftið. Tvey hundrað og ein uppliving av sama filmi. Tað er sum í eini innvortis fimleikahøll har øll spæla squash, ljóðleyst og imaginert. Í einum føri í heyst eri eg serliga spentur at ganga inn í hetta myrkursins krossfelt, sum biografurin vissuliga er. Tað er tá blendað verður upp fyri ”The Painted Bird”, ið byggir á søgu frá 1965 hjá spennandi pólsk-amerikanska høvundanum Jerzy Kosiński (1933-1991). Tað var eisini hann, ið skrivaði søguna ”Being There” (1970), tá Peter Sellers í filminum frá 1979 var urtagarðsmaður, so aldeilis og púra uttan tað dannilsið, sum tey í dag kalla talgildisbúgving. Ein ógloymandi filmur, millum teir bjartastu úr myrkrinum, tá umræður grundsjónarmið um politiskan retorikk. Søgan “The Painted Bird” hjá Kosiński er um ein jødiskan drong, sum foreldrini senda til mostrina á bygda at vera, tá hóptýningarnar byrja. Men bráddliga doyr hon og drongurin noyðist at klára seg einsamallan í einum veruleika, ið er stýrdur av haturi, ræðslu og harðskapi, har hvør dagur er ein bardagin fyri at yvirliva í einum fyrilitarleysum samfelag, sum russiskir og týskir hermenn stýra við harðari hond. Tá kríggið endiliga er av, veksur persónligi bardagin innan í dronginum at finna seg sjálvan. Filmurin “The Painted Bird” er ein rá og ótilgjørd lýsing av skakandi støðuni undir krígnum í Eysturevropa, sýnd í svørtum og hvítum og tikin á 35mm filmi, har eisini kendir leikarar leggja afturat søguni, ið aldri má henda aftur. Í filmisku útryðjuni síggja vit Harvey Keitel, Stellan Skarsgård, Barry Pepper, Udo Kier og Julian Sands. Filmsútleigarin Another World Entertainment hevur útvegað Filmsfelagnum henda sterka stórfilm um ein part av Holocoust søguni í Eysturevropa. Danski filmsummælarin, Jørgen Kristensen, sum kuraterar og ráðgevur, tá biografar velja og vraka millum filmar, sigur at ”The Painted Bird” fer at fáa framúr ummæli, tí hann ikki leflar fyri publikum. Sjálvur eri eg spentur at kunna meta um, hvørt hetta var týdningarmesti filmur í ár. Nógv av tí, sum Jørgen, ið er fyrrverandi stjóri í Scanbox, sigur í screening rapportum til biografarnar, bendir á tað. So er bara at sláa kross fyri seg og vóna, at tær mongu søgurnar og filmarnir um Holocaust og onnur fólkamorð fáa heimsins fólkasløg at sópa út úr egnari óhumsku, har øll forfylging liggur uppá lúr og bara dúrar til onkur festir í, var tað ikki at høvundar og leikstjórar kropp á kroppi í einum tanka um sálarliga heilsurøkt biðja fyri at reka út hesar illu andar, sum vóru teir okkara nútíðar exorsistar, høvundarnir og leikstjórarnir. Filmsfelagið vísur ”The Painted Bird” mikudagin hin 25. november 2020 klokkan 19:00. Atgongumerkjasølan er byrjað. Setið kross fyri tí degnum. Skúlaverkið minst digitaliserað í føroyska samfelagnum Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni og limur í Stýrisbólkinum, sum fríggjadagin handaði landstýrismanninum, Jenis av Rana, eina heildarætlan um talgilding av undirvísingarverkinum, greiður her frá um søguliga samrøðu við Birgir Danielsen, táverandi stjóra á Fiskasøluni, um hagtøl og stýringsamboð, sum vinnan longu tá hevði og síðan støðugt hevur ment.  Í somu tíð hevur skúlin hvørki ment hagtøl ella stýringsamboð, sigur Leif.  - Skúlaverkið er hin minst digitaliseraði parturin í øllum tí føroyska samfelagnum, sigur Leif Abrahamsen. Her ber til at hoyra alla taluna hjá Leif Abrahamsen og øll hini umboðini fyri leiðslur, lærarar og kt-vinnu eisini. Væl troffið! Onkuntíð, tá ein sjáldsama ljótur persónur er avmyndaður, kann hon sjálv finna uppa á siga: "Sjáldsama væl troffin!" Tað vil siga, at fotografurin eigur alla æruna, ikki hin avmyndaða. Ársins myndaevni, hin best troffna, ja kanska í allari eftirkrígstíðini, man verða lokala fjallið og altjóða ferðamálið, ið sæst av Eiði, Føroya hægsti tindur, ið nú ikki kann síggjast fyri vindmyllum, sum eitt dótturfelag hjá SEV fer at seta har.  Við einum eyðkendum Eiðis-smámæli, ið er sterkasta orðaval, tá tey kjakandi vita, hvat talan er um: "Væl troffið!" Minnist, tá SEV skuldi leggja Vatnið undir seg. Tá mótmæltu Eiðismenn í Havn. Bara í Havn, so vítt eg minnist. Eiðismenn á Eiði søgdu: "Hvat feilar tær? Vit hava eitt vatn og fáa eitt størri!" Og - hald tær fæst, so tú ikki dettur í Myllánna: Umhvørvisstovan sigur í góðkenningin frá í gjár, at "Umhvørvisstovan metir ikki, at útsjónd og útsýni er partur av heimildargrundarlagnum í løgtingslóg um umhvørvisvernd, og er hetta tí ikki viðgjørt í umhvørvisgóðkenningini." Væl troffið! Kanska eru tað lokal smámæli, ið forkoma okkum landinum.  Epli til øll Leygarkvøldið komu Jón og Dánial við einum snøggum hvítum posa við eplum í, heimaveltum í brekkuni niðan móti Lágargarði, omanfyri planeraðu fløtuna, har  vakstarhúsið skal byggjast á matriklinum millum Tórsbyrgi, Lágargarð og Boðanesheimið. Vit búgva í nummar 18, so nú vóru teir komnir í helvt. Eplaposin vigaði 1,2 kilo og tað var Bjørg, sum í endurnýtslunnar navni hevði funnið uppá at brúka dýnuvor, sum hon klipti og seymaði til 36 posar, ein til hvørt húsið, so øll í Tórsbyrgi fingu eins nógv epli úr nýggju brekkuveltuni, innan vit koma oman á slætt og halda fram við vakstrarhúsinum, sum kanska verður gjørt úr vindeygum, ið skjótt verða skift út á Boðanesheiminum, sum sæst í baksýni. Gongur alt væl í hond verður tað gott dømi um endurnýtslu í nærumhvørvinum. Á myndunum niðanfyri síggjast Bjørg, Jón og Dánial við eplunum úr veltuni. Eftir stendur at staðfesta, hvat slag eplini eru, Folva ella Maris Piper. Óflýggjaligt orðalag er størsti smittuvandin   Elli er fyrsti fíggindin, serliga hjá Joe Biden, sum frá byrjan í fyrsta av trimum forsetakjakum leitar eftir orðunum, og ellismerktur er illa sminkaður til ljósið í handilsligum sjónvarpi, sum er sett í verðina júst í USA.  Men óflýggjaliga tosingarlagið, at tosa í holið á hvørjum øðrum, sum siður er á lærarastovum, tað er allar størsti fíggindin, ikki minst tá Donald Trump alla tíðina fer eitt stig longur og tosar bæði politiska kappingarneytan og sjónvarpsvertin niður.  Og so rakar Biden sekundini, tá hann stendur fastur, stamar og blundar. Hann er avgjørt ikki ein forsetamynd.  Valdi verturin, 72 ára gamli Chris Wallace frá Fox News, má kunna sløkkja mikrofonirnar, tá luttakararnir eru so ódisiplineraðir, sum í hesum føri. Tað ger hann tó ikki.  Men Biden, fyrrverandi varaforseti, dugir at tosa beint í kamera til veljaran, sum hyggur heima, og vegleiða hann, veljaran, sum vónandi fyrstu fer kann lokkast á val, tí valluttøkan í USA er so syndarliga lág.  Han er hin fyrsti at raka tað støðið. Forsetin er hinvegin greiður og artikuleraður við stuttum one liners, tí hann talar til hin óskúlaða white trash amerikanaran, meðan Biden er snøvlandi við so vánaligum framburði, at hann sjálvdan kemur yvir senukantin og út í rúmið. Trump gongur eftir rúminum, at taka rúmið við ágangandi túnatosi og lugarpráti, bara fyri at seta seg á tað, rúmið, sum eitt primitivt dýr, kanska ein orangutang, ið pissar økið av, fyri at eiga tað, so leingi showið koyrur. Tað er uppgávan. Tú skalt fanime ikki koma her er retoriska grundstøðið hjá ótolna nýbyggjaranum Trump.  Her liggur størsti smittuvandin. At vit framhaldandi taka hetta tosingarlagið til okkara og praktisera tað í hvørjum kaffisteðgi til arbeiðis kring landið. At tosa hvønnan annan niður, sum aldargamal siður hevur verið og enn eru í Føroyum, akkurát sum hesir gomlu menn, tvey fossil, ið hava makt, sum eingin hevur tikið frá teimum - enn.  Hetta er eitt show, sum ikki á nakran hátt er burðardygt. Ein vanæra fyri politikk, sjónvarp og allan dialog, sum møguliga í útgangsstøði ætlaði at verða vitborin. Best hevði mær dámt at sløkt fyri teimum, men tað er líkasum ikki ein møguleiki í minari verð. Vit skulu í fýra ár liva við øðrum av hesum báðum gomlu monnunum, ið ikki birta vón um eina skipaða framtíð. Tað er forferdiligt, at amerikanskur politikkur er so lítið burðardyggur, at vit eru kom niður á hetta støðið, bara tí at eingin yngri er settur við, og nú er tíðin so komin til hansara, vónina Biden.  Samstundis eru hetta eini greið boð til livibreyðspolitikarar um at spara okkum veljarar fyri tykkara royndum at verða valdir og valdar eitt heilt lív. Sleppi tykkara taburettum og fari út aftur í samfelagið, tá politiska tíðin er farin frá tykkum. Eingin skal sleppa at sita í politikki eitt heilt lív. Tað eigur at verða ólógligt. Tað er Biden tíanverri eitt boð um. Ein óheppin støða, nú hann kundi havt steðgað og tept sitandi forsetan, sum ikki smæðist fyri at lata USA enda í borgarakríggi við vápnaðum hvítum suprematistum, Proud Boys, um valið ikki verður eftir hansara høvdi. Tað sigur hann sjálvur í hesum fyrsta práti, og eingin ógvast yvir orðalagið. Ikki ein. Her er størsti smittuvandin. At ein ríkisleiðari kann traðka í ein hvítan nýbyggjaraleiklut, sum er so lágtríðandi, bara fyri at skapa kaos. Djúpt deprimerandi og so óunniligt, at tað er ikki nær í námindi av prime time familierum undirhaldandi.  Var hetta ein partur í The Truman Show hjá Peter Weir frá 1998, so eri eg vissur í, at leikstjórin vildi flutt á eina aðra rás og gjørt skiftið og frávalið til júst ein part av meistarliga filminum.  Sum realityshow nyttaði hetta heldur ikki.  At verðin er so óupplýst, er óunnuligt. Eftir siti eg og undrist, at amerikansku demokratarnir ikki funnu eitt yngri valevni móti 74 ára gamla forsetanum, enn hin 77 ára gamla Biden.  Men vónir eru. Yngri fólk og eisini kvinnur sleppa nú upp í part.  Um eina viku møtast 61 ára gamli varaforsetin, Mike Pence, og 55 ára gamla Kamala Harris til kjak í mormonarabýnum Salt Lake City í Utah. Tá fer 69 ára gamla Susan Page frá USA Today at stjórna prátinum. 15. oktober møtast Trump og Biden í Miami í Forida, tá 60 ára gamli Steve Scully frá C-SPAN fer at royna at stýra forsetakjakinum. Triðja og seinasta forsetakjakið verður 22. oktober á Belmont Universitetinum í countrybýnum Nashville, Tennessee, tá 44 ára gamla Kristen Welker frá NBC fer at stjórna kjakinum, sum eins og hini er beinleiðis og varir hálvan annan tíma.   Hóast disputed er Føroyar heimsins nalvi Eftir at hava sæð longsta James Bond film í søguni, hin fimta og seinasta við Daniel Craig og einasta film í verðini, sum við ósvitaligum production value er gjørdur í Føroyum, eri eg ovfarin av, at almennu Føroyar hava eydnast so væl at draga eitt filmiskt produkt aftur at sær sum No Time To Die. Men eins og eg fyrr havi sagt, so ørkymlar tað meg, at nýggi óslípaði gimsteinurin í Norðuratlantshavi, Føroyar - sum er í harðari locationkapping við Írland og Strandanoreg - verður borðreiddur og serviseraður av íslendska True North, og ikki einum framleiðslu- og locationfelag, sum í størri mun er staðbundið, og hevur eina játtan ikki bara at liva av, men støðugt at skapa ekspanderandi kreatiónir og møguleikar, sum draga framleiðslufeløg higar, og sum frá líður eisini fleiri og fleiri fólk í biograf, sum aftur er eitt skiftandi hugtak millum real life sitistovur og stroyming. Tí greitt er, ikki minst á Netflix beint nú, har røðin Start-Up peikar beint á Føroyar, skalt tú í fiktiva universinum re-setta og re-boota tín filmiska samleika, at Føroyar eru tað nýggja svarta, hóast filmur byggir á ljós, gjøgnumskygt ljós, alt síðan brøðurnir Lumière kastaðu tað á veggin, og fólk søgdu, at nú varð hin seinasti fíggindin, deyðin, settur út av spælinum.  Her er ein risa uppgáva hjá heimligu vinnumyndugleikunum.  Tí greitt er, at betri ein filmur við Føroyum sum skjaldramerki eydnast, jú fleiri ferðafólk dregur sami filmur og tann staðseting, sum ljós verður varpað á, aftur at sær. Bjørn Kalsoy nevndi júst hetta í morgunsendingini hjá Útvarpinum í morgun. Honum dámdi væl at vitja støð, sum hann hevði sæð á filmi og nevndi Central Park. Í nýggja James Bond filminum No Time To Die er tað serliga hin reflekterandi grasiøsa Léa Seydoux, fyrst sum traumatiserað smágenta og seinni sum smábarnamamma, ið hugtekur meg á løriftinum, og so karikeraða russiska tosingarlagið hjá David Dencik, ið er granskari av tí burturvilsta slagnum, ja og so høvuðsleikarin, hin bláoygdi og púra menniskjansligi laid back Daniel Craig, meðan arvtakarin, Lashana Lynch, bíðar tolin í undarliga fýrkantaðum sólbrillum - sum eru partar av teim afturvendandi gadgets, stakkalastási, sum eg havi kallað tað, og sum ger James Bond so áhugaverdan, tí hann er ein spegling av okkara brúkarasamfelag - men sum nú eru færri í tali, enn eg fyrr havi givið mær far um, fyrst og fremst sólbrillur, síðan ur og bilar, og fyrr eisini undarliga nógvir páhangsmotorar.  Haldi, at hesi product placements eru færri í tali í dag, ella eri eg blivin minni erkvisin hesum viðvíkjandi við árunum. Bara tvær ferðir hugdi eg eftir klokkuni, tí eg keddi meg í longu søguni, sum varir tveir tímar og tríogfjøruti minuttir. Nú vit nevna, at Lashana Lynch verður bæði nevnd og førd fram sum James Bond arvingi, er vert at hefta seg við, at hon er kvinna og svørt. Og hetta við sexismu er púra fráverandi í filminum. Tað er eitt nýbrot, tí er tað nakað, sum James Bond hevur verið kendur fyri sum filmiskt úttrykk, so er tað láturliga stereotypar kvinnumyndir, ið eru sum gadgets, brúkslutir, akkurát sum bilar og páhangsmotorar. Biðjur tú meg blunda og siga, hvat tú sært undir eygnalokunum, tá søguligi James Bond verður nevndur, og uppgávan er at leita eftir mest tølandi senu, sigi eg Ursula Andress, hin skúmfødda, sum kemur úr havinum í Dr. No í 1962, einki annað. Ursula Andress. Men soleiðis er ikki longur. James Bond er sum Daniel Craig sosialiseraður og er millum øll onnur, og er blivin ein púra siviliseraður persónur øll hesi árini. Ja, fyrimyndarligur í einum og øllum, sum honum berst fyri í hesum dreingjadreymi av einum fiktiónsuniversi, sum í løtum er tað reina telduspæl, gamaní.  Og so eru senurnar merktar av einum estetiserandi japanskum reinleika, sum heilt givið hongur uppi við leikastjóranum, Cary Joji Fukunaga, sum annan vegin hevur ættarbond úr eini japanskari konsentratiónslegu, sum amerikanarar bygdu eftir Pearl Harbour - havi sjálvur verið har - og hinvegin úr Svøríki, sum forklárar innlivingina í gulu húsini og norsku strandarsenurnar eftir brúnni til Averøy, ið nú er kend sum ”the Atlantic Ocean Road”, innan tey leggja til brots og gera útrás til eina fjara disputed oyggj. Alt hevur sína orsøk og alt fellir uppá pláss. Tað ger henda drúgt lagaliga film til eitt njótilsi at síggja, bara ljóðið er nóg hart frá. Nógv harðari enn vanligt er. Tað er ein upplivingartreyt. Men ein persónur má nevnast, hóast hann hvørki í skapi ella rødd er nær námindi hugtakandi, men tó er hin mest avgerandi leikluturin, sæð úr mínum og okkara føroyska sjónarhorni, hvat framdrift viðvíkur.  Tað er hin visaligi Rami Malek, sum bleiv kendur, tá hann spældi Freddie Mercury í Bohemian Rhapsody. Nú er hann knýttur at ”en afsidesliggende ø” sum Henrik Queitsch skrivar í danska Ekstrablaðnum í dag, og ber navnið Lyutsifer Safin, sum tú kanst lesa nakrar ferðir og siga fram fyri teg, meðan tú sært Kallin og Kópakonuna fyri tær: Lyutsifer Safin, L-y-u-t-s-i-f-e-r, hvat sigur tað navnið, meðan vit hava Djúpini fyri okkum, og hugsa um gamlar sementeraðar herfólkastøðir, ið lata seg upp við djevulskt funderaðari bakteriologiskari krígsførslu, gróðursett og fjald í fjøllunum - akkurát sum í áðurnevnda Dr. No, ið var hin fyrsti James Bond filmurin nakrantíð - alt í meðan bretski herflotin í dagsins filmi setur alla ferð móti the disputed island - eins og Taivan, ið Kina vil hava sum 23. landslut - í Norðurhøvum, har James Bond skal verja fría heimin móti øllum illviljaðum álopum úr eysturi.  Meiri kollveltingarromatiskt kann tað ikki blíva. Og tað beint her hjá okkum. Føroyar hava fyri fyrstu ferð sett seg á filmiska heimskortið - bravo! Fult stigatal frá mær! Og so var ein altjóða filmsummælari, Leslie Felperin úr Palo Alto í California, til undansýningina saman við Kalsoyarfólki og norðoyingum í gjár. Hon skrivar um film fyri Financial Times og Visit Faroe Islands hava boðið henni higar. Her sæst hon millum Guðrið Højgaard, Súsonnu Sørensen og Jón Hammer, filmsframleiðara í foyerini í Havnar Bio í gjár. Sterkur týskur filmur mikudagin Í týska filminum “Systemsprenger” (Nora Fingscheidt 2019) fylgja vit níggju ára gomlu Benni, sum er ein hvirluvindur í pinklittum dýnujakka. Men Benni, sum er uppi ímótum øllum, er eisini ein mynsturbrótari. Hon er kastibløka millum stovnar, ið ikki megna at lofta hennara markleysu øði og at síggja til harðrendu atferð. Men tað einasta, ið Benni ynskir, er at vera aftur hjá mammuni. Men mamman dugir ikki at vera um hana, og enn minni at standa við ótilrokniliga atburðin hjá dóttrini. Myndugleikarnir eru um at geva upp, tá Micha kemur á stovnin at arbeiða. Tað eydnast honum at koma á tal við Benni og fáa hana at opna seg. Benni knýtir seg so tætt at honum, at Micha má seta mørk millum tað professionella og persónliga. Varin og ótrygg ganga tey bæði á eggini, sum hvørja løtu kann forkoma teirra vinarlagi. “Systemsprenger” er fyrsti filmur hjá týska leikstjóranum Nora Fingscheidt (f.1983). Ungi høvuðsleikarin, Helena Zengel, brennir beint gjøgnum løriftið og hevur hugtikið allar heimsins ummælarar í leiklutinum sum Benni. Filmurin varð sýndur í høvuðskappingini á filmstevnuni í Berlin í fjør, har leikstjórin vann Silvurbjørnina fyri besta film. “Systemsprenger” var eisini týska uppskotið at vinna Oscar virðislønina sum besti altjóða filmur í ár. “Systemsprenger” verður sýndur mikudagin 16. september klokkan 20 við donskum undirteksti og heitinum “Systembryder”. Rigmor Dam fer at innleiða hesa fyrstu sýning í Filmsfelagnum í heyst. Við yvirskipaða endamálinum at síggja film í felag, fara úrvaldu filmarnir hetta til jóla at lýsa, Dreyfusgøluna sum Polanski sær hana beint nú, poetiska heimildarfilmin hjá 26 ára gomlu mammuni Waad al-Kateab í Aleppo í Sýria "Til Sama", klassikaran hjá Siegfried Lenz "Deutschestunde" í nýggjum optikki, rættarmálið um Fabrizio Collini við naziklangbotni, har Franco Nero trúnar fram, Golden Globe vinnaran hjá Lulu Wang um kinverska húskið í "The Farewell”, sjálvævisøguliga filmin um walisiska reportaran Gareth Jones, sum í 1933 sleppur at intervjúva Adolf Hitler, amerikanska coming-of-age-filmin "Babyteeth", ið er um deyðasjúka tannáringin Millu, skakandi svørt-hvítu holocaust søguna "The Painted Bird", heita brasilska systurfilmin "A Vida Invisível de Eurídice Gusmão", og íslendska jólafilmin "Bergmál" hjá Rúnari Rúnarsson. Væl møtt til film í felag! Ambitiónirnar eru tengdar at fólki á staðnum Við arbeiðssetninginum um eitt nýtt føroyskt Skúlanet hevur Andreas Simonsen ferðast kring landið at kanna, hvussu KT-støðan er á ymsu skúlunum. Rannsóknararbeiðið er tengt at Heildarætlanini “Saman um eina trygga KT-loysn” , sum Undirvísingarstýrið stendur fyri saman við KT-vinnuni, Námi og Próvstovuni, har Andreas starvast. Í Heildarætlanini, sum fríggjadagin varð handað landstýrismanninum, Jenis av Rana, í Norðurlandahúsinum, verður sagt, at “stovnaður verður ein KT-felagsskapur fyri fólkaskúla, miðnám og hægri lærustovnar, “Skúlanet”, svarandi til tað, Landsnet er fyri teir almennu stovnarnar.” Nú rundferðin nærum er av, sigur Andreas, at KT-støðan og nýtslan er ymisk frá skúla til skúla og frá kommunu til kommunu. - Tað er upp til leiðslurnar á staðnum, at raðfesta KT. Frá nøkrum kommunum er tað oyramerkt til KT og frá øðrum kommun er tað ein skúlaleiðsluavgerð, har tey fáa ein posa av pengum. KT-ambitiónirnar eru tengdar at KT-fólki á staðnum. Nakrir skúlar hava flokssett av teldum, aðrir nýta als ikki teldu, nakrir skúlar brúka teldur frá miðdeild og upp, og aðrir skúlar brúka bert teldur í hádeild. Skúlaleiðslur eru, sum hava ítøkilig mál, ið skulu røkkast, so sum at næmingurin skal duga at goyma eina fílu innan eitt ávíst flokkstig, aðrir skúlar hava onga ætlan á KT-økinum. Men øll eru tó samd um, at KT skal brúkast sum eitt amboð í undirvísingini, tá tað skapar meirvirði, og ikki sum eitt mál í sjálvum sær. Eitt sitat eg tók til mín, var, at flyta vit eina bók á skermin, so gevur tað onga nýtt og onga úrtøku, uttan so at tað verður interaktivt. Fyrst at lesa ein bókatekst, og so at lesa hann frá skermi, gevur ikki meirvirði. Men KT-amboð, ítøkilig forrit, kanska serliga í náttúrufakunum, kunnu økja um innlæringina og fakligu fatanina. So tað eigur at verða nýggja gongdin, at allar bøkur eisini hava ein talgildan part, sum greitt skal kunna økja um innlæringina og fatanina av lærugreini, og ikki bara verða ein avritaður pdf’ur av bókini, tá talan er um at gera tilfar. - Enn mangla vit at vitja partar av miðstaðarøkinum, sigur Andreas. Hann ger vart við, at Skúlanetið, sum er partur av Heildarætlanini, er við til at javna út tann stóra munin, sum týðuliga er millum skúlarnar í Føroyum. - Skúlanetið skal geva lærarum og næmingum sama KT-tilboð, uttan mun til hvar í landinum tey eru stødd og líka mikið, hvussu stórur ella lítil ein skúli er, og líka mikið um leiðslan hevur raðfest KT ella ikki, so hava øll sama tørv á at KT riggar, sigur Andreas. Ætlaða Skúlanetið, sum mælt verður til at seta á stovn longu við ársbyrjan 2021 og menna tey komandi fýra árini, er ein KT-felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám, Setrið og KT-landsins, har størsti parturin av uppgávunum er útveittur til føroysku KT-vinnuna. Gunvá selur út! Um dagarnar lýsti starvsfelagin, Gunvá Magnussen, á Facebook, at hon fór at selja bæði klæði og skógvar, sum hon sjálv hevði brúkt. Fekk hug at spyrja hana, hvussu er at sleppa persónligum brúkslutum sum klæðum og skóm á henda hátt, at lata tey skifta hendur og eigara - og kanska síggja eina fremmanda kvinnu í eins egnu klæðum mitt á gøtuni ein skjønnan dag, og um Gunvá hevði farið at tosað við hana og givið henni ráð, um at seta litir saman og velja røttu skógvarnar, belti, taskur og make up, og ja, so steðgaði eg mær sjálvum at grópa longur niður í eina higartil ókenda kvinnuliga síðu, tí Gunvá brýtur meg av og sigur, hvussu væl henni dámar, at tað er blivi vanligt, at selja klæði á Facebook. Á jú! - Mær dámar væl, at serliga tey ungu hava tikið endurnýtslu av klæðum til sín. Tað er eisini stuttligt at síggja, hvat onnur finna uppá við tínum gomlu klæðum, tí eg vænti ikki, at tær, sum keypa míni brúktu klæði, brúka tey á sama hátt sum eg, og tað haldi eg er super, sigur Gunvá, sum býr á Argjum og er uppvaksin á Eiði. - Eg keypi eisini í endurnýtsluhandlum og endurnýtslu á netinum her í Føroyum. Eg bíleggi ongantíð klæði av netinum, tí eg vil passa klæðini, áðrenn eg keypi tey. Haldi ikki, at nakar eg kenni, gongur í so sprelskum og litríkum klæðum og skóm sum júst Gunvá, so eg setti mær fyri at spyrja nærri um klæðini, um hon kanska var vaksin úr øllum, nú hon setti so nógv til almenna sølu á netinum? Tá eg hyggi eftir klæðunum og skógvunum á myndini omanfyri, leggi eg beinanvegin til merkis teir sermerktu litirnar, sniðið og tilfarið. Eg haldi fyri vist, at hetta er ikki vanlig meturvøra, og neyvan klædnamerki eg finni á hvørjum hornið, ha? - Klædnamerkini, sum eg havi, eru alt møguligt, eg kenni ógvuliga lítið til klædnamerki, og kann tí ikki siga, hvørji merki klæðini hjá mær eru, sigur Gunvá, sum tó í fyrrárið beindi meg á merkið Disiguel, sum eg ikki kendi, men nú síggi allastaðni eftir at hava verið í Spania og Portugal. - Mær dámar ógvuliga væl litir, og tað sæst aftur í klæðunum. Eg eigi bara nøkur heilt fá svørt pløgg, svart er meira tilhoyr enn høvuðslitur. Eg haldi, at nógv tey flestu klæða ikki svart, tey klæða nógv betur litir, sigur Gunvá, sum avgjørt er litríkasti persónur á okkara arbeiðsplássi. - Mær dámar væl at seta ymiskar litir og ymiskt tógv saman. Eg eigi nakrar bundnar troyggjur, blusur, niðurdeilar, onkran kjóla, frakkar, shorts, poncho, einar buksur og helst okkurt afturat. Hvussu finnur tú klæði til tín sjálvs? Hvørji mið og ýti brúkar tú, sum útróðrarmaðurin á Eiði helst hevði sagt, tá tú keypir tær klæði, og hvørji merki fert tú helst eftir? - Eg haldi, at eg kann siga, at eg keypi flest klæði frá handlinum hjá systir mínari, Butik Bjørg í Esbjerg, og tað er næstan eina ferð um árið, og tá keypi eg nokk so fitt av klæðum. Annars havi eg ikki nakran ávísan handil, sum eg keypi úr, men hyggi inn í fleiri, bæði í Havn, Klaksvík, á Tvøroyri og í Vági. Ofta finni eg okkurt, sum mær dámar, men tað kann meira enn so ganga long tíð ímillum, at eg keypi klæði, sigur Gunvá. - Gangi mest sum aldrin eftir merkinum, haldi eg, at eg kann siga, men heldur eftir, um mær dámar lit, snið og tað, sum er í toynum, sigur Gunvá. Henni dámar at vera í ullintum, og tí keypir og bindur hon ymiskt ullint. - Serliga væl dámar mær Sirri tógv, tað heldur bæði lit og snið, og niplar ikki so nógv, sigur Gunvá, ið er hørm um, at tey ikki gera so nógv litað tógv longur. - Eg bindi nokk so nógv, og tá geri eg ofta mynstrið sjálv, tað er ógvuliga sjáldan, at eg fylgi einari uppskrift, sigur litríka Gunvá. Hvat er besta plaggið tú eigur til stásbrúk og hvussu er við høghalaðum skóm, sum eg veit at tú eigur nógvar av? - Eg havi sum so eingi klæði, sum bara eru til fínt brúk, eg brúki nærum øll míni klæði til gerandis eisini, men eg geri mun á tilhoyrinum til gerandis og fínt, til dømis skóm. Skógvar, sum eg keypi til gerandisbrúk skal eg kunna standa í ein heilan arbeiðisdag, og eg skal kunna fara at keypa inn í teimum. Teir til fínt brúk skulu ikki endiliga lúka hasar treytirnar. Men teimum skal eg helst kunna dansa í, sigur Gunvá, sum er fyrsta á dansigólvinum, tá starvsfelagsveitsla er. - Eg veit ikki, um eg eigi so nógv serlig klæði, men summi blívi eg betri við enn onnur, og tey vil eg ikki av við, sigur Gunvá og avdúkar, at hon eigur ein 24 ára gamlan kjóla og ein sum stavar frá Gunnar Stockholm tá Tev av Kamarinum fyrstu ferð vóru í hæddini. - 24 ára gamla kjólan taki eg fram við jøvnum millumbilum, ein frakka frá Guðrun og Guðrun, sum eg brúki hvønn vetur, hann er yvir 20 ár, eg eigi fleiri pør av skógvum, sum hava nøkur ár á baki. Eisini havi eg ein kjóla frá mammu mínari, sum er keyptur frá Gunnar Stockholm í 63 ella 64, og ein jakka, sum pápi mín keypti eina ferð í 70-unum. Eg havi eisini okkurt liggjandi, sum eg ikki brúki meira, men eg ikki vil av við, nostalgi tú veit, sigur Gunvá. Við árunum hevur hon lært seg at selja ella lata klæði, men tað er ikki fyrr enn hon hevur brúkt tey nokk so ofta og leingi. - Mær dámar at seta klæði saman á ymiskan hátta, at finna nýggjar mátar  at seta saman, og tí taki eg ofta okkurt gamalt fram, og seti saman við onkrum nýggjum. Tað kemur næstan ikki fyri, at eg keypi klæði til høgtíðir ella veitslur, eg fari næstan altíð í skápið at vita, um eg ikki havi okkurt at fara í, tað er eisini tí, at tað er ikki vist, at eg hevði tímað at farið í tey klæðini akkurát tann dagin.                Takk fyri innlitið í klædnagoymsluna! Kurator og fasilitator Mong eru orðini, sum støðugt marsjera inn í málið. Tvey teirra eru kurator , at kuratera, og fasilitator , at fasilitera. Í báðum førum eru orðini servicemindaði , sum tey siga um tað at vera tænastusinnaður. Orðini peika á viljan at hjálpa og vegleiða, ja at seta í verðina, um tú vart jarðarmóðir, ein føðifasilitator. Kurator er eitt orð, sum fremst av øllum myndar virksemið í einum felag sum Filmsfelagnum. Tað er ein, sum fakliga vegleiðir og leggur lag á, og kuraterar eina almenna sýning uttan at hava fjaldar dagsskráir, bindingar ella preferansur. Tað er eyðkennið fyri virksemið hjá Filmsfelagnum. Tey vegleiða, geva ráð og leggja lag á. Endamálið er at fáa nýggjar listarliga áhugaverdar filmar á skránna í biografinum, sum annars ikki høvdu verið sýndir har. Kuraterandi virksemið hjá Filmsfelagnum kostar einki, tí eingin pengakassi er, og krevur ikki limaskap, tí eingin limalisti er. Tú fylgir bara við á Facebook profilinum hjá Filmsfelagnum, so sært tú hvørjir filmar eru ávegis. Á heimasíðuni hjá Havnar Bio kanst tú keypa atgongumerki, tá tú hevur gjørt av at fara í biograf. Tað var í júst hesum biografi, Havnar Bio, at Filmsfelagið varð stovnað í 1962. Síðani tá hevur Filmsfelagið hjúkla um møguleikarnar at síggja góðan film mitt í Havn. Atkvøðan fyri bilinum - er hon tín? Nei, eg stilli ikki upp fyri bilaflokkin, hvørki hin eldrivna, bensin- ella dieseldrivna og øll teirra parkeringspláss, løðistøðir og oljupumpur.  Til kommunvalið í Havn er bilurin longu langt síðan komin í fokus. Soleiðis er serliga sjónligt í góðum tíðum. Materialistisku valevnini, ið ganga høgt uppí stakkalastás, hava longu tónað reint flagg: vit vilja bilin. Bilin til handils, bilin til útróðrarplássini, bilin til kontórini.  Í Havn ber einki til uttan bil.  Tað er handilsvinnan sloppin at siga síðan vit fingu egið gjaldoyra til almannagagnligu parkometrini í miðbýnum. Nei, eg meini, tað eru merkantilu høvuðsprestarnir, sum eru slopnir at siga tað í nokk so nógv ár. Uttan at nakað fellir í kassan til almannagagnlig endamál afturfyri. Soleiðis hevur borgaraumboðanin verið í høvusstaðnum alla mína tíð. Bilin fyrst. Onkuntíð hava frávik og undantøk verið, men eg hugsi at tey hava verið privat, serliga uppskotið hjá Hans Mortensen, sála, “Havnin innan fyri Stóragarð - hugsjónir og dreymar”, sum hann legði fram í Norðurlandahúsinum í 2012, tá miðbýurin í Havn var so steindeyður.  Nú er betri, men bilvandin er har enn, tí materialistisku býráðsumboðini, sum eru mong, hava altíð bilin fyrst í huga.  Bilin, sum skrivstovufólk seta frá sær klokkan átta, so hann stendur og tekur upp pláss til klokkan fimm, tá smáhandlarnir í grannalagnum fara at hugsa um at steingja fyri dagin, og bileigarin, sum umframt parkeringspláss, eisini hevur upptikið virðismikið skrivstovupláss í søguliga miðbýnum, fer at flyta seg heim í eitt annað parkeringspláss, sum kommunan eisini hevur fyrireikað í útryðjuni av býnum.  Í framúr visjónini um Havnina innan fyri Stóragarð frá 2012 verður mælt til í størri mun at seta borgaran í fokus heldur enn akfarið.  Á eini spennandi "Miðbýarverkstovu", sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri í Öström árið eftir uppskotið um miðbýin innanfyri Stóragarð, segði arkitekturin Høgni T. Hansen frá Falko arkitekum, at “Ein kann ikki tosa um ein bý, uttan at fólk býr í honum. Tí eru fólkini, ið búgva í býnum, sera viðkomandi fyri ætlanina fyri miðbýin í Tórshavnar Kommunu. Havnin er so lítil, og miðdepilin skiftir bæði í mun til klokkuna á degnum, men eisini í mun til virksemi. Miðbýurin kann vera ein dagbýur, kvøldbýur, mentanarbýur, ítróttarbýur og so framvegis. Ikki skal miðbýurin býtast ov nógv sundur, men skapa økir við sama virksemi. Miðbýurin snýr seg ikki um parkeringspláss og at gera tað betur fyri bilarnar. Tað, sum skapar lív í býnum, er eitt samspæl millum bygningar, fólk og virksemi. Býurin skal samstundis fáa loyvi til at vera kreativur og skiftandi.”  Málið um bilar og hvar teir skulu standa í dagtímunum í søguliga miðbýnum er ikki tikið úr leysum loftið. Tað upptekur fólk og á teim 33 blaðsíðunum frá Miðbýarverkstovuni í 2013 verður orðið parkering funnið 72 ferðir.  Á einum oyðublaði til luttakarar á somu verkstovu hevur ein skrivað: “Rúm má gerast fyri fólki til gongu og til uppihald og til súkklur. Nú er plássið til bilar raðfest alt ov høgt í mun til fólk.” Soleiðis er tað.  Velur tú at seta harða bilin inn í vakra miðbýarrúmið, og ikki bleyta borgaran, ið skapar lív, trivnað og umsetning í miðbýarlívinum, so velji eg ikki teg. Vel borgaran, og eg velji teg. Tí her ætli eg mær at búgvi longri enn tínar materialistisku verkætlanir.  Hugsa um tað. Børnini tapa í øllum kríggi Skyggen i mit øje er nýggjur filmur, sum Ole Bornedal hevur gjørt um hendingina fyri krígslok, tá Franski Skúlin á Frederiksberg varð bumbaður av einum mistaki. Filmurin, sum er framúr til undirvísing í hádeild og á miðnámi, hevur ein føroyskan vinkul, sum Óli Jacobsen úr Gøtu fer at greiða frá um, tá hann innleiðir sýningina í Filmsfelagnum mikudagin 13. oktober, tvær vikur undan almennu frumsýningini í Biografklub Danmark. Bumbað av misgávum Um morgunin hin 21. mars í 1945 gera nunnurnar og skúlanæmingarnir Rigmor, Eva og Henry klárt at byrja dagin í Franska Skúlanum á Frederiksberg.  Langt burturi - hinumegin Norðsjógvin - gera bretskir flogskiparar hjá Royal Air Force klárt at hjálpa donsku mótstøðurørsluni í eini avgerandi atsókn. Teir hava sett kós móti Shellhúsinum mitt í Keypmannahavn har Gestapo hevur tikið sær høvuðssæti undir krígnum.  Men á ovastu hædd hava týskarar sett 26 danskar fangar sum livandi skjøldur.  Álopið eydnast, men stutt frá hesum staðnum hendur ein vanlukka.  Eitt flogfar, sum hevur borið við ein steyra, er dottið niður við Franska Skúlan. Eldur kemur í og í ringa sýninum fær roykurin hini bumbuflogførini at halda, at bumbumálið fjalir seg undir roykinum á Frederiksberg.  Føroyska gentan, Alice, abbadóttir Gøtu Anton úr Bartalstovu, rann allan vegin úr skúlanum og heim til mammuna í Herlev.  Ein rennandi genta, sum kundi verið tú og eg, er eitt av sterkastu brotunum í nýggja krígsfilminum hjá Ole Bornedal, sum er giftur Helle Fagralid. Alice, abbadóttir Gøtu Anton Føroyska Alice Carita Jacobsen var ein av gentunum, sum kom við lívinum frá hendingini. Hon andaðist í 1987 og er grivin í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn. Her er ein konfirmatiónsmynd av Alice. Óli Jacobsen, sum fer at innleiða sýningina, hevur granskað familjusøguna og skrivar við Birgit Nøhr sum heimild, soleiðis í Sosialinum fríggjadagin um Alice:  Alice var fødd tann 1. januar í 1930 og hevur tískil verið 15 ár, tá umrødda hending fór fram. Hon hevði saman við øðrum gentum fimleik í fimleikahøllini í skúlanum, tá ið bumburnar fullu. Hon varð ikki rakt, men hvøkkurin var so stórur, at hon rann allan vegin í fimleikaklæðum heim til mammu sína í Herlev. Hetta hevur verið ein fittliga langur teinur. Mamman varð um hesa tíðina skorin fyri ein svull í heilanum. Viðgerðin eydnaðist ikki væl, og hon flutti á eitt røktarheim. Alt hetta hevur verið hart hjá hesi ungu gentu, sum eisini hevði mist pápan, Poul Martin Jacobsen, av krígsávum tvey ár frammanundan. Alice flutti heim til fastrina Mathildu og Anders, sum tóku sær væl av henni. Men Alice kom ongantíð fyri seg aftaná hesa hending. Hon bleiv sálarliga illa fyri, og tær viðgerðir, sum hon fekk fyri hetta var ”en skrap kost dengang”, sum Birgit tekur til. Seinni flutti Alice aftur í teirra íbúð í Herlev saman við eini kvinnu, sum tók sær væl av henni. Aftur seinni flutti Alice í eina nýggja nútímans íbúð í Herlev. Har kom hon í eitt dagtilhald, har tey hjálptu henni við gerandisdegnum. Birgit skrivar: ”Vi havde hele tiden tæt kontakt til Alice, og vi elskede hende”, og hon skoytir upp í ”Æret være deres alles minde”.   Hetta er ein vøkur søga um familjusamanhald Men Alice bleiv verri og verri fyri, og hon doyði í 1987. Hon varð jarðað í Føroyum saman við foreldrunum og ommuni og abbanum, skrivar Óli Jacobsen í Sosialinum fríggjadagin. Í myndasavninum hjá Kongaliga Bókasavninum eru nakrar myndir frá hendingini, sum mest sum ikki er lýst í skúlabókum og almennum frásagnum. Her er mynd, sum pressufotografurin Søren Christian Henriksen tók 21. mars 1945 av nunnum, sum leita eftir yvirlivandi børnum í bumbaða skúlanum á Frederiksberg.  Fimtan ára aldursmark Í sterka krígsfilminum, sum hevur fimtan ára aldursmark, fylgja vit børnunum Henry (Bertram Bisgaard), Eva (Ella Nilsson) og Rigmor (Ester Birch) og næstrafólkum teirra, nunnuni Teresu (Fanny Bornedal), danska HIPO manninum Frederik (Alex Høgh Andersen), bretsku flogskiparunum Peter (Alban Lendorf) og Andy (James Tarpey), og tveimum mótstøðumonnum, sum verða fangaðir. Teir eru Jens Sætter-Lassen og Joen Højerslev. Foreldur at børnunum eru m.a. Danica Curcic, Mads Riisom, Kristian Ibler, Malene Beltoft og Maria Rossing. Filmurin er vælegnaður til undirvísing í søgu at varpa ljós á vinnarar og taparar í øllum kríggi, og serliga at hefta seg við, hvør skrivar søguna, tá lítið heroiskar hendingar fara fram - eisini á okkara leiðum.  Serliga áhugaverd og egnað til kjak í skúlaflokkinum er lýsingin av unga HIPO manninum, við kongaliga navninum Frederik, leiktur av Alex Høgh Andersen. Hvaðan er hann, hvussu hevur hann tað heima og hvør menning kann eygleiðst, sum filmurin gongur og søgan mennist til tað crescendo, sum vit nú kenna, hóast tað mest sum hevur verið hildið fjalt í tjóðarbyggjandi undirvísingartilfari. Fimurin Skyggen i mit øje verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 13. oktober kl 20:00. Sýningin er almenn. Her síggjast nunnur og bretskir RAF flogskiparar, sum í 1946 leggja krans við fyrrverandi Franska Skúlan, sum teir av misgávum bumbaðu, so alt er burtur. At skriva til damubløðini Tað er sum í stuttligu yrkingini hjá Henrik Nordbrandt, har hann minnist Alf og Damerne , og seinni kemur eftir at hann mistulkaði, tí hann hoyrdi skeivt, tá mamman og bindiklubbagestirnir tosaðu um Alt for damerne . Í mong harrans ár havi eg skrivað til damubløðini tey kalla, men altíð undir dulnevni. Her er fyrsta greinin eg havi skrivað undir egnum navni. Greinin er skrivað til danska Bo Bedre, sum so týðir til onnur mál, har áhugi er, niðurlendskt, enskt, týskt, norskt og kinesiskt. Myndirnar til greinina tók Maria Vous. Í dag sendir Leiklistafylkingini 2020 út tíðindaskriv, har tey mótmæla repeterandi stjórasetanina á Tjóðpalli Føroya, sum fyri hálvum ári síðan varð staðfest fyri fjórðu ferð. Tá tóku tey seg saman í søguliga stóru fylkingina av føroyskum yrkisleikarum. - Stjórastarvið á Tjóðpalli Føroya er eitt av hægstu størvum innan listarliga økið í Føroyum, sigur Leiklistafylkingin, sum fevnir um 22 føroysk yrkisleiklistafólk og 6 fríyrkisleikbólkar. Talsfólkini hjá Leiklistafylkingini eru Búi Dam og Gunnvá Zachariassen. Skeiðið hjá Leiklistaráðanum er úti í morgin, og fylkingin av yrkisleikarum er í tíðindaskrivinum ikki fegin um avrikið hjá Ráðnum. - Síðani stjórasetanina hevur Leiklistafylkingin lagt síni sjónarmið fram fyri Leiklistaráðnum og Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, við grundgevingum fyri, hví vit mótmæla. Nú, hálvt ár aftaná setanina, er ongin loysn at hóma í málinum, og tí sendir Leiklistafylkingin hetta tíðindaskrivið út. Vit meta ikki, at tað er leiklista fakliga forsvarligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í 20 ár. Við at endurseta stjóran, velur Leiklistaráðið ikki at lurta eftir meginpartinum av yrkisleiklistafólkunum, og skapar soleiðis eina álvarsliga kreppu á leiklistaøkinum, sigur Leiklistafylkingin í tíðindaskrivinum til almenningin í dag. - Vit undirritaðu mótmæla, at Leiklistaráðið ikki virðir áramálssetanina í lógini, og fyri fjórðu ferð hevur sett sama stjóra á Tjóðpall Føroya. Yrkisfólkini, sum skriva undir mótmælið hjá Leiklistafylkingini eru Sámal Blak, Jón Mc Birnie, Barbara Christophersen, Sóley Danielsen, Búi Dam, Egi Dam, Petur Meinhard Ellebye, Kjartan Hansen, Vár Berghamar Jacobsen, Annika Johannessen, Olaf Johannessen, Birita Mohr, Sofía Nolsøe, Bárður Persson, Búi Rouch, Súsanna Tórgarð, Kristina Sørensen Ougaard, Gunnvá Zachariasen, Durita Dahl Andreassen, Marita S. Dalsgaard, Mariann Hansen og Ria Tórgarð. Leikbólkarnir, sum skriva undir mótmælið hjá Leiklistafylkingini eru Det Ferösche Compagnie, stovnað í 2010, GUT//Productions, stovnað í 2015, InTime Teater, stovnað í 2014, Leikhús Skift, stovnað í 2005, Teatur Grugg, stovnað í 2009 og TVAZZ, stovnað í 2006. Føroyar í amerikanskum optikki Her er amerikanski fotografurin, Bill Schwab longst til høgru, avmyndaður á Viðareiði við Múla í baksýni, nú tey hava havt fotoskeið í Føroyum í skiftandi heystveðri við Hotel Føroyum og tveimum bussum sum støði. Tey eru frá vinstru Gwenn Rosseau, Amy Acettura, Daniel Bayer, Kerik Kouklis, David Schoenwald, Olivier Boreau, Jim Feller og ferðaleiðarin Bill Schwab. Í eitt tíðggjuáraskeið havi eg kent meistarfotografin, Bill Schwab, sum býr í Harbor Springs í Michigan. Hann hevur lisið fotografi á Central Michigan University, tók prógv í 1983 og seks ár seinni fór hann undir virksemið North Light Press. Í 2005 byrjaði hann, m.a. við fundraising, at byggja eini skeiðsdepil úti í skógini í Emmet County, har norðuri í Michigan. Húsini vórðu liðug í 2014 og eru nú karmur um North Light Workshops.  Tað er við hesum støði at Bill skipar fyri ferðandi fotoferðum víðahvar, eisini til Føroya. Í dag fara tey í Sandoynna at fotografera, fyrst og fremst við analogari útgerð so sum Hasselblad. Heimkomin arbeiða tey við ymsari tøkni og tilfari at framkalla føroysku myndaevnini og pressa tey ymsar vegir á ymsum pappíri.  Í morgin fara tey til næsta stað, sum í flestu førum er Djúpavík í Ísland, hóast Daniel Bayer úr Aspen í Colorado steðgar her í tveir mánaðir at taka svart hvítan film, sum hann segði á baksetrinum í einum bussi til Tjørnuvíkar.  Sjálvandi helt eg tað vera livandi film til eitt ávíst endamál, kanska hin nýggja elektriska Ford Mustang, men bleiv bilsin, tá eg fyrst hoyrdi hann siga, hvussu tænastusinnað Smyril Line hevði verið at hjálpa honum at flyta 350 rullur av analogum filmi heimanífrá og higar.  - Eg skal fotografera svart hvítt í Føroyum hesar vikurnar, bara fyri meg sjálvan og falla til ró her, sigur Daniel, sum er professionellur fotografur í egnum navni.  Tá vit eru í Tjørnuvík gongur upp fyri honum, at tað er her, og í Mikladali at hann skal búgva, umframt aðrastaðni í landinum eisini.  Vit skifta orð um møguleikan at skipa fyri eini kvittandi framsýning í Føroyum, hvussu listafotografar síggja okkum og føroysk myndaevni.  Tað er gamaní, heldur hann. Tankin er sáddur. Eg viðmæli hansara stiliseraðu svørthvitu myndir úr Føroyum, sum longu síggjast á Facebookvanganum. Bill skipar aftur fyri fotoferð til Føroya 20.-28. apríl næsta ár. Fartelefon og talgilda tøkni brúka tey bara til at kunngera fyri vinum heima í USA, hvussu føroyski arbeiðsdagurin hevur verið. Her er fyrsta sýnið av hotelkamarinum hjá Kerik Kouklis. Sjálvur haldi eg, at hetta er beint fram Gustave Doré í 1866 umsettur til nútíðar føroyskt foto og heitið kundi verið ”Verði ljós!” sum í Fyrstu Mósebók. Ein tíðarleys fagnaðarmynd yvir Nólsoyarfjørð tikin av Hotel Føroyum. Her er hin svart hvíti eksperimenterandi Kerik Kouklis í Kirkubø við einum báti fremst fyri, og niðanfyri av einum steini í brimi. The seas were angry, sigur hann um veðrið og uppgangin henda dagin. Rukkan umborð, tað er "Buoyancy" At vera trælur umborð á skipi er lukkutíð hvørki vanligt ella normalt. Tó hava vit javnan hoyrt søgur úr egnum jørðildi og siglingarsøgu um  rukkuna umborð, sum eisini hevur verið heimligt granskingarevni. Happandi hugtakið er ikki ólíkt trælahugtakinum, sum spildurnýggi spælifilmurin Buoyancy nú varpar ljós á í skapi av eini nøtrisøgu. Í dag verður filmurin Buoyancy frumsýndur í heimlandinum Avstralia. Hósdagin 10. oktober kl 19 verður fyrsta høvið at síggja nøtrisøguna Buoyancy í Norðurlondum, tí hann er setanarfilmur, tá minnilutafilmstevnan Faroe Islands Int'l Minority Film Festival byrjar í Norðurlandahúsinum. Buoyancy er fyrsti filmur hjá avstralska leikstjóranum Rodd Rathjen (f.1981). Filmurin er longu avstralskt uppskot til Oscarvirðislønirnar. Buoyancy er um ein 14 ára gamlan drong úr Kambodja, ið verður trælur umborð á fiskiskipi. Hollywood Reporter sigur : "Inspired by real events, the brutal yet realistic thriller, shot almost entirely at sea, is the story of 14-year-old Cambodian Chakra who leaves home in search of a better life, but finds himself enslaved on a fishing trawler." Internet Movie Database sigur : "14-year-old Chakra is sold as a slave labourer to the captain of a Thai fishing vessel. The captain's rule on board is cruel and arbitrary." Buoyancy er á khmermáli, teilendskum og burmesiskum, og verður sýndur við enskum undirteksti. The Devil all the time - Hank møtir Marx   Altíð við devlinum í hølunum, The Devil All The Time, er heitið á nýggja Netflixfilminum um traumatisku eftirkrígstíðina hjá ungum hvítum monnum á Gudfryktigari fátækrabygd í USA, sum ein vinmaður viðmælti og bað meg hyggja eftir.  Sum sagt, so gjørt. Í hesum koronadøgum slúki eg alt úr Trumplandi, at koma til botns í hesi hvítamannahevd, ið roynir at hevja seg upp úr vónleysari óhumsku, bara fyri at sanna, at stættarbondini eru ikki at slíta. Tú sleppur ikki úr tíni egnu lagnu, um tú so garterar sum var hin grábeint í hølunum á tær, the devil all the time. Kargasta sitat úr filminum sæst á hesi plakat: Some people are born just so they can be buried. Hefti meg fyrst við frásøgurøddina, ið er høvundurin, sum sjálvur hevur skrivað, 65 ára gamli real life Donald Ray Pollock, føddur í hesum umhvørvi, Knockemstiff, ið eg helt vera eitt uppspunnið heiti, sum á føroyskum kundi verið SláTeyKøld, so lítið lívsglað er henda kølsvarta bygd, Knockemstiff, sum er karmurin um estetiskt hugtakandi filmin, ið er tveir tímar og tíggju minuttir til longdar av Gudsrópandi devulskapi, all the time, hvussu góður jukeboks tónleikurin so er. Tí ein tíðarrøtt hillbilly jukeboks er hesin filmurin eisini. So beinrakin, at eg havi lagt playlistan til høgru her á blogginum. Men staðurin er altso til á kortinum mitt í Ohio. Her hevur Pollock arbeitt sum trukkførari og arbeiðsmaður á eini pappírsverksmiðju, the paper mill, til hann fór um tey fimmti. Nú er hann 65 og hevur skrivað hópin av stuttsøgum av staðnum. Henda persónliga upplýsing frá Wikipedia, sum eisini eigur myndina av lesandi høvundanum á bókastevnu í Obedos í Portugal í fjør, er serstakliga áhugaverd, tá tú kavar niður í henda drúgva og samansetta filmin um hillbilly white trash, sum eru serstakliga fátæk hvít fólk á bygd í USA, sum í ein so stóran mun seta álitið á Gud og kirkjuna á staðnum, at tú annan vegin fer at leita upp allar plátur við Luke the Drifter, sum er hitt andliga dulnevnið hjá Hank Williams, og hinvegin at leita upp orðini hjá Karl Marx um religión sum opium til, fyri og hjá fólkinum.  Í eini enskari týðing úr Critical Sociology av týsku upprunaorðunum hjá Karl Marx verður tikið soleiðis saman um:  “Religion is the sigh of the oppressed creature, the heart of a heartless world, and the soul of soulless conditions. It is the opium of the people.”  Hetta er ein serstakliga góð lýsing av vónleysa hjartasláttinum í korunum hjá teim hvítu, sum eftirkrígstíðina liva á hesum karga stað, Knockemstiff, og smokka longur og longur niður í mýrina, ætt eftir ætt. Eitt vónleyst økið, sum tú í bili kanst koyra ígjøgnum, halda ondini og taka eina knipsmynd uttan at steðga og bara prísa teg fyri at her varð tú ikki føddur og bannaður til at vaksa upp. Trumpland er hetta, sigur onkur. Og sætt at siga veit eg ikki, um nøkur vón á hesum leiðum er petti frægari enn tann forsetin ella ímyndin av onkrum øðrum. Fyrsti filmur í langa tíð, sum skapar so mikið av umhugsni um religión sum verðsligt fátækrafyribrigdi, at eg eri málleysur, so umhugsanarelvandi er hesin filmur.  Eg kann bara siga: far og hygg. Heima í tínari egnu stovu. Tað er tað. Góðar sendingar Hvat er tað, sum ger at summar sendingar verða fataðar sum góðar og aðrar ikki?  Spurningurin kom til mín longu meðan eg sá fyrstu sjónvarpssending hjá danska vertsparinum Anders Agger og Anne Hjernøe, har tey ferðast í Norðurlondum í seks pørtum frá grønlendska innlandsísinum til russiska markið, sum DR lýsir sendirøðina, ið spælir uppá, at einaferð vóru vit eitt ríki, Kalmarsamgongan, í somu viku sum leikstjórin, Charlotte Sieling, sjálv greiðir frá um biograffilmin um Margretu hina fyrstu mitt í Havn. Eftir at hava verið dømt úti í mong ár, hevur tað norðurlendska aldri verið meira kul enn tað sama.  Eitt gamalt og siðbundið evni, tað æviga fólksliga norðurlendska, sum politikkur og stokkutar verkætlanir hava bundið niður og gjørt alt fyri at taka lívið av, men ikki letur seg binda niður, fólksligi norðurlendski andin.  Tey bæði, Anne og Anders i Norden, gera longu í fyrstu sending tað best eydnaðu sjónvarpsroyndina, eg minnist meg havi sæð, at lýsa eitt Norðurland uttan at seta seg sjálvan í senu sum fremmandan, men alla tíðina at søkja og gera seg til instrument í teirri góðu søguni, sum ikki er tilvild, bara tí hon rak framvið fotografinum hesa løtuna, nei, her er hvør søga og hvørt huglag gjøgnumkannað, tí research, hildið upp móti eini miðvísari ætlan um at seta mat á borðið, er lyklaorðið og støðugi arbeiðssetningurin, har menniskju møtast at bera fram smittandi søgur, ikki um korona, men tíðarleysar søgur um eksistentiell viðurskifti, ið taka ta tíð, tær taka, søgurnar, ið lýsa livikorini á staðnum meðan tey matgera og eta.  Framúr.  Og fær meg at minnast aftur á eitt skeið, sum Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð sendi meg á, tá hin Evropeiski Filmskúlin í Ebeltoft setti kenslur og fakta á breddan í filmi og undirvísing fyri aldarskiftið.  Journalisturin Anders Agger og filmsleikstjórin Birger Larsen kjakaðust um sjónvarpsinnslagið hjá Agger, sum í donsku TV avísini lýsti eina jarðarferð, har eingin møtti.  Innslagið varð heglað niður og dømt langt úti, tí tað bygdi á filmiskar kenslur og ikki journalistiskar fakta, sum eigur at verða tað einasta rætta í TV avísini. Hitt velja vit sjálvi at síggja í biografinum, hava vit hug til tað, varð sagt í heitu diskussiónini. Fjórðingsøld er runnin síðan hesa týðuliga tilgjørdu diskussión, og Agger hevur prógvað sítt søgusigandi virði í sjónvarpi, saman við Anne Hjernøe, sum við matsendingum heldur honum fast á sporinum at tosa um mat, og tað, sum matur kann skapa av kjakið bæði fyri, meðan og eftir borðhaldið. Og so er eitt sidnur av product placement við troyggjum frá Guðrun og Guðrun, men tað gevur føroysku søguni eitt kjølfesti, sum víðkar um mat- og nattúruupplivingina. Og so eru tey so ótjekkaði við harsniðnum, at tey fara ikki framvið sum slick entertainment og løtukonsum. Nei, tey hava bæði kant og karakter, hvar tey so fara. Hóast endaleyst forvitni, hvíla tey í sær sjálvum. Tað er gott sjónvarp í eini blinkstrandi tíð, har matgerð hjá okkum sjálvdan er politisk korrekt. Hurrá fyri tí! Ein avrikskappi í SMS Síðan 1987 hevur listamaðurin, handverkarin, siglarin og hugsjónarmaðurin Tróndur Patursson sæst aftur við avrikum í SMS. Fyrstu ferð eg veruliga varnaðist hann, var í 1978 í Tim Severinbókini The Brendan Voyage í bókahandlinum beint her. Nú er hann 75 og kann líta aftur á eitt virkið lív í og við listini, sum sæst aftur, har fólkið kemur og fer, helst í fólkaríkasta skála í landinum Frá í dag kunnu kaffigestir í sølumiðstøðini sita í nýggja Horninum og njóta fýra avrik, sum Tróndur hevur gjørt til júst hesar veggir. ”Náttúran hevur eina sál og eitt innari lív,” sigur Tróndur sannførdur har hann stendur fattur á marmaragólvinum meðan vit hoyra tøl verða lisin upp við kaffidiskin. Tað eru viðskiftafólkini, ið nú fáa tað, tey hava bílagt. Eg vendi mær við og fangi aftur eygnabráði á Tróndi, sum eftir teljandi handilsavbrotið heldur fram og  sigur, at ”trýrt tú ikki uppá tað, at náttúran hevur eitt innari lív, eina sál, so er alt ein klisjé. Hetta eru náttúrlýsingar úr einum heilum lívi,” sigur Tróndur, gerst innhugsin og fer at rokna. ”Eg havi gjørt 1000 kvadratmetrar av glasmálaríum, so handverkið, tað skal eisini vera uppá pláss.” Óluva Zachariasen tosar við Trónd um hansara upplivingar, arbeiðshátt og um brúkta tilfarið. Samrøðan kemur í SMS blaðið. Nýggi morgunmaðurin í Kringvarpinum, Jákup Dahl, tosar við Trónd um avrikini í SMS øll hesi árini. Í baksýni sæst eyðkenda fontenan, sum fer av gólvinum, fram við trappunum og upp undir loftið. Regin W. Dalsgaard, sum skipar fyri ferniseringini í nýggja Horninum, er býlings- og marknaðarstjóri í SMS. Mentan sum tíðindi og umsetilig vøra   Á middegi í dag hvakk eg við, at tíðindi úr heimliga mentanarheiminum vóru frammi. Enntá við práti við eitt núlivandi fólk, og slettis ikki um fólkaminni fyri øld síðan, tá ljós kom til landið og pilturin á neystaloftinum undiraðist yvir at ein, sum var ein annar, leikti ein triða, sum søgan hjá Jens Paula so undurfult sigur.  Nei, ein indigneraður professionellur sjónleikari, sum eg virðismeti serstakliga høgt, gjørdi vart við misnøgd, blokerandi stóra misnøgd, nú leiðarin varð endursettur í sama starv á fjórða sinni, hóast nógvir umsøkjarar vóru.  Og lat meg eisini undirstrika, at leiðaran, sum altso varð settur fyri hálvum ári síðan, virðismeti eg eins høgt og sjónleikaran. Tað er einki persónligt í hesum orðum. Slettis ikki.  Men tá eg hyggi eftir, hvør varar av Tjóðpallinum, síggi eg eitt sætt fílabeinstorn av umboðum, ið verða vald í eitt sokallað Leiklistaráð trý ár í senn.  Og mín sann, um ikki skeiðið hjá sitandi landsdekkandi føroyska Leiklistaráði er úti í ovurmorgin.  Hvør broyting man tá fara at verða? Nýggjur formaður? Nýggj manning? Ella kollvelting? Ella púrt einki nýtt? Eg helli til henda síðsta møguleikan.  Tí mentan sum fyribrigdi, serliga tá ein bilett liggur ímillum teg og professionellu framførsluna, hava hvørki verið tíðindi ella umsetilig vøra í føroyskari pressu - fyrr enn nú.  So takk fyri tað, at gera mentan til livandi tíðindi og umsetiliga vøru.    Leiklistaráðið verður annars tilnevnt av Mentamálaráðharranum sambært lóg og kunngerð fyri Tjóðpallin og Leiklistaráðið. Ráðið hevur yvirskipaðu leiðsluna av Tjóðpallinum - og setir stjóran fyri Tjóðpallin. Livst, so spyrst. Kanska í ovurmorgin. Myndir lúgva altíð "So skjótt tú hevur trýst á knøttin, hevur tú skapt eina lygn". Soleiðis segði myndamaðurin, tá hann í summar hevði funnið ein góðan vinkul at avmyndað eitt aldargamalt, tugt og tanlað evni.  "Hetta var mín redigeraði sannleiki, tað er myndin prógv um, hon er her og kann ikki afturvísast", segði hann vælnøgdur við grindadrápsmyndina, sum nú kundi fara í ringrás í altjóða pressuni.  At etableraða heimspressan, og ikki bara ágangandi áhugabólkar, veruliga eru heimsins terroristar, fekk eg eina óvantaða fatan av í morgun, tá greitt varð frá um, at nú kunnu fleiri enn tíggjutúsund arbeiðarar koma til Bretlands at slakta kalkun til bretska jólaborðið við einum lagaligum fyribilsvisa. Annars fáa tey einki at eta, bretsku húskini. Tað er tó ikki tað mest áhugaverda, visalagaligheitin. Úrvalda myndin, sum BBC brúkar í morgun, er tað áhugaverda.  Heldur enn at vísa eina endaleysa røð av slátursklárum bretskum kalkunum, ið hava sum lívsmál at verða dripnar, er ein mynd av einum tangabili á eini bensinstøð. Jú, sjaførar eru eisini við í nýggju jólaavtaluni um lagaliga atgongd til bretska arbeiðsmarknaðin, men størsti bólkurin av arbeiðsfólki, hetta til jóla, fevnir um tey, sum fáast við slátur av flogfenaði. Hví ikki eina mynd av teimum? Ella eina mynd av tí fenaði, tey altíð hava og altíð fara at drepa, so bretska jólaborðið kann verða pitch perfect, akkurát so sum handils- og lýsingavinnan sigur, at ein vælbjarga familja í borgarliga samfelagnum eigur at gera á jólum? Nei, eg bara spyrji. Tí nú fái eg tann tanka, at bretar kanska kunnu læra okkum at branda grinda- fyri ikki at siga springaradráp ein annan veg, so tað í báðum førum verður tengt at jólaborðhaldinum, kanska ikki bara okkara, men tí bretska burturav? Við pressuni sum sekundanti hevur handilsvinnan mint okkum á, at nú eru tríggir mánaðir til jóla. Kapprenningin til ársins brúkarafest er byrjað. Bangilsi sum vinnuvegur Í morgun brúkti nývaldi mentamálaráðharrin senditíðina í almannamiðilinum at ávara foreldur um “ Ónormalar filmar í Norðurlandahúsinum” . Eg fylgi væl við, hvat fyriferst á filmiska økinum og serliga væl, tá onkur hendingafilmur kemur higar at verða vístur í einum høli, sum ikki eingang er biografur, men drivin av áhuga og ongum øðrum. Hví henda gleði hjá eldsálum at skipa fyri skal sláast niður á henda diktatoriska hátt í einum rættarsamfelag undrar meg. Ikki minst tá almannamiðilin gongur fremst og heldur mikrofonini. Eg freistist at spyrja: Havi tit lagt tað fram fyri Harran í morgun? Gera tit tað hvønn morgun, at leggja dagsins bangilsi fram fyri Harran, og befalla tykkum í Hansara hendur, innan tit fara til arbeiðis, ella lata tit heldur bangilsi stýra tykkara degi - og tað til forbannilsi fyri allar starvsfelagar? Herfyri var ein týskur skermgranskari í landinum og slapp at seta bangilsi á skránna. Hann vildi taka allar skermar frá børnum og fólki yvirhøvur, eins og maskinstormararnir tá dampmaskinan varð uppfunnin, og tá protestantiskir ikonoklastar herjaðu á marglittu katolikkarnar og teirra innanveggir. Týski granskarin og onnur, ið á henda hátt granska heilan, byggja á bangilsi. Alt er borið av bangilsi, heldur enn skynsemi. Og tímiligu stuðlarnir, sum hýstu granskaranum, fingu meg at frykta fyri, at hann hevði ikki kostað einki at fáa higar. Tað var ikki bara fyri hansara – orsaka arisku ábendingina – bláu eygu skyld, at hann kom higar at ræða og røða. Men tá bangilsi verður drívandi megin longu við kassa eitt, verður fakligheitin tað minni og neyvan verður tá nakað pláss heldur fyri lýsandi frábrigdum. Bangilsið tekur ræði á okkum. Verður henda kaltkalkuleraða granskingin flutt inn í organiskt livandi skúlahøli, so kundi hent, at okkurt annað spurdist burturúr. Til dømis ein sannkenning av at granskingin yvirmetir alla tøkni, so hvørt hon verður send á konsummarknaðin, og at sama gransking grovliga undirmetir læraran og alla útbúna kraft at kunna um og brúka samskiftistøkni á móðurmálinum. Greitt er, at tiltakandi bangilsið ger almenna rúmið til eitt gott fiskifelt. Myndin omanfyri er frá VP Óskikkaður og óarbeiðsførur Í nýggja heimildarfilminum #Unfit: The Psychology of Donald Trump meta amerikanskir sálarfrøðingar og sálarsjúkulæknar í 83 minuttir um støðuna hjá republikanska forsetanum, Donald Trump, nú forsetavalið er í hondum og hann stillar upp í kapping við demokratin Joe Biden. Niðurstøðan hjá sálarfrøðiliga pallborðinum, sum gaman í er professionelt, men eisini letur seg brúka í amerikansku sirkusmaskinuni, er, at sitandi forsetin, Donald Trump, er plágaður av fleiri sálarligum líðingum. Serliga ringur er hann av narsissismu, malignant narcissism, sum journalistar ikki fortelja okkum um í dagliga tíðindastreyminum.  Tí er hesin ávarandi filmur gjørdur, eins og aðrir heimildarfilmar, ið hava funnið vegin inn í biografarnar seinastu árini, og nú eisini til allar gjaldtænastur á netinum, at finna eitt fólksligt samband og fatanargrundarlag við síðuna av journalistikkinum, sum ikki røkkur í hesum máli. Heimildarfilmurin um amerikanska forsetan varð frumsýndur á filmstevnu í München 7. mai og í amerikanskum biografum 28. august. Síðan hevur filmurin verið sýndur on demand á øllum gjaldtænastum á netinum.   Fleirfalt virðislønti filmsleikstjórin, Rob Reiner, ið eisini er demokratur, politiskur aktivistur og av jødiskari ætt, sum ikki er uttan týdning í amerikanskum kjaki, mælir øllum til at síggja nýggja heimildarfilmin um Donald Trump: List í móðurmálsbókum Ein rúgva av bókum eru komnar út í Námi í ár, serliga í rokning, men nú eisini í føroyskum við bókarøðini Nem, har tilsamans tólv bøkur eru komnar út, nú tann røðin er komin á mál. Týsdagin 28. september kl 15:00 verður útgávutiltak í Námi. Bókarøðin Nem, sum er til miðdeild í fólkaskúlanum, tað er 3.-6. flokkur, er nú fulfíggjað og klár at brúka til allar flokkar í føroyskum. Røðin er týdd úr danska tilfarinum Plot, og lagað til føroysk viðurskifti.  - Nú er stuttligt at vera næmingur í føroyskum í miðdeild. Tað er ein góð kensla, at føroyskir næmingar í miðdeild endiliga hava fingið føroyskt móðurmálstilfar, og ikki bara lesibøkur, sigur Marjun Ziskason, sum saman við Gunvá Magnussen hevur rítstjórnað rúgvusmikla tilfarið. - Eg vildi ynskt, at eg hevði hetta tilfarið, tá ið eg var næmingur í 3.-6. flokki. Lesing og skriving gongur hond í hond, og nógvar spennandi listaligar uppgávur eru í Nem bókunum, sigur Gunvá, nú allar tólv bøkurnar eru lidnar. Gunvá og Marjun hava verið í pengaboksini hjá Bank Nordik, sum er í kjallaranum í nýggju politistøðini, at finna listaverkið, ”Regin Smiður ”, eftir William Heinesen, tí tær vildu brúka tað í fyrstu bókini, sum er Nem í triðja. - Vit hava eisini tosað við Arnold Vegghamar, at finna eitt heilt serstakt verk, ”Hagi” frá 2005, sum tað vísti seg, at ein privatmaður í Havn átti. Har hava vit so avmyndað málningin og sett hann í Nem í bókina til fjórða flokk, siga tær báðar. Nærum allar stuttsøgurnar eru nýskrivaðar til Nem-heildina, sum eisini er myndprýdd av føroyskum listafólkum. Í bókunum eru nógv sløg av tekstum og fleiri nýggjar avbjóðingar eru til næmingarnar í málbólkinum. - Tey átta árini, vit hava arbeitt við tilfarinum til allar bøkurnar, hava vit eisini fingið jaligar afturmeldingar um tilfarið í bókunum, sum longu eru komnar út, siga Marjun og Gunvá, og blaða upp í nýggjastu bókini, sum byrjar við málninginum ”Sjálvsmynd” hjá Ruth Smith frá 1955.  - Vit hava longu hoyrt frá skúlum, sum arbeiða við hesum evni, at gera sjálvsmyndir. - Bókaheildin Nem byggir á eina heildaráskoðan, har næmingurin mennir førleikar at tulka, at samskifta og at verða sosialur. Í lærarabókini verður dentur lagdur á undirvísing, sum bæði er fjølbroytt og virkin, siga Gunvá og Marjun, sum eru ritstjórar í Námi, og fara at lkeggja bøkurnar fram týsdagin. James Bond í Føroyum? Fyrr í dag hoyrdist, at James Bond kemur higar at filma No time to die í Kalsoynni. Ája gott við tær, hugsaði eg, og sendi tankarnar til Dynamitt og sangin  Vit vilja ongantíð doyggja , sum einsvæl kundi verið eyðkennissangurin, tá No time to die verður sýndur - í hvussu er her í landinum. Myndirnar tók Jógvan á Dul í morgun. Greitt er, at henda brandgula tyrlan frá norska felagnum Nord Helicopters kom higar við Norrønu í dag. Óváttaðar søgur vilja vera við, at tyrlan skal brúkast í Kalsoynni at gera upptøkur til komandi James Bond filmin No time to die , sum verður frumsýndur í Havnar Bio hósdagin 2. apríl 2020. Norska felagið eigur 8 tyrlur av slagnum Eurocopter AS 350/H125 og eina EC130. Flotin er hin nýggjasti í Noregi, sigur Nord Helicopters á heimasíðuni. Tey hava í summar søkt um loyvi at filma á eini kendari norskari brúgv, Lyngholmen, har nógv brim er. Gitt hevur verið um upptøkustøð, tí James Bond konseptið er hitt pengasterkasta innan film, og kastar nógvan pening av sær. Her er ein bretsk grein, sum nevnir hárreisandi bardagasenurnar, sum ein double ella stand in leikari, skal setast inn í fyri Daniel Craig í Kalsoynni, sum óváttaði tíðindi vilja vera við. Her er eitt líknandi brot frá EuroNews, sum nýliga hevur fangað bilupptøkur úr tyrlu í eini fjallabygd í Italia. Tað var flaggdagin, at kunngjørt varð av Goldeneye-plantasjuni á Jamaika, har Ian Fleming uppfann James Bond, hvar upptøkur verða gjørdar og hvør skal spæla saman við Daniel Craig í næsta James Bond filmi, sum tá hevði arbeiðsheitið Bond 25 og verður frumsýndur 2. apríl næsta ár undir heitinum No time to die . Ikki tí, rætta talið av Bond filmum í biografi er 27, men Eon Productions, sum nú eigur rættin til pengasterka vørumerkið James Bond, hevur ikki gjørt tveir av biograffilmunum, Casino Royale (1967) og Never Say Never Again (1983). James Bond er bretskur njósnari, sum undur heitinum 007 arbeiðir fyri MI6. Tað var Ian Fleming (1908-1964), ið skapti figurin, sum Sean Connery, David Niven, George Lazenby, Roger Moore, Timothy Dalton, Pierce Brosnan og Daniel Craig higartil hava spælt. Upptøkurnar til filmin No time to die eru byrjaðar, og leikstjóri er nú Cary Joji Fukunaga (f.1977), eftir at Danny Boyle fór av skútuni og meistarin Sam Mendes undan honum gavst eftir at hava gjørt tveir meistarligar filmar. Fukunaga er úr California, pápin er av japanskari ætt og er føddur í fangalegu, sum amerikanarar gjørdu í USA at seta japanarar í eftir Pearl Harbour álopið undir krígnum. Mamman er av svenskari ætt, og møguliga er tað orsøkin til, at áhugin er kveiktur fyri Noregi og møguliga Føroyum sum location. Men norska afturberingarskipanin, sum har er kallað insentivordningen , og er ein skattaavsláttarskipan, sum í mikroskopiskan mun eisini er til í Føroyum, er avgjørt ikki uttan týdning. Bergens Tidende vóru fyrstu at skriva um ætlaða filmin og norska sambandið. Fyrstu upptøkur eru langt síðani gjørdar har í landinum, og svenski David Dencik, sum í Danmark er danskur, hevur ein leiklut. Mótleikarin hjá James Bond, bad ass antagonisturin, er Rami Malek, sum í ár vann Oscarvirðislønina fyri leiklutin sum Freddie Mercury. Navnið á leiklutinum er tó ikki kunngjørt. Sambært Barbaru Broccoli, ið er framleiðari, byrjar søgan av nýggjum og á berum botni, tí James Bond er í feriu og nærum arbeiðsleysur. Tað er banditturin Malek, sum setur gongd á søguna, skiltist á tíðindafundinum flaggdagin. Fleiri høvundar, minst fýra, hava verið um handritið innan upptøkurnar byrjaðu. Umframt Noreg sum location er vissa fingin fyri, at Skotland, Italia og Jamaika sleppa við í nýggja James Bond filmin, sum føroyingar kunnu síggja 2. apríl 2020 - kanska við einum farra av grønu líðunum í Kalsoynni. Bygnaðurin í eini góðari sending Ummæli av útvarpssendingini Brunsj leygardagin 26. september 2020 Í hondgrípiligum lærugreinum hava tey anatomi og fysiologi, lærurnar um kropsbygnað og hvussu hvør liður virkar. Men í tí meira úrtøkiliga arbeiðinum, at gera útvarpssending ein heilan vikuskiftisfyrrapart, krevjast í størri mun abstrakt listarligir eginleikar, at kunna mála á útvarpsveggin, so sjálvt hin blindi sær, og - mest av øllum - at tann, ið slettis ikki ætlaði at lurta, verður ikki bara fangaður, tá hann við dustsúgvaranum fer fram við háttalaranum, men verður púra rúnarbundin, latenti lurtarin, sum henda morgun ikki var ein kjarnulurtari. Alt annað.  Soleiðis er gott útvarpsarbeiði.  Tú verður fangaður av tí óvæntaða, tí tað hevur nakað at siga tær, kemur út um senukantin, sum sjónleikarar siga, prædikar út um kórið, sum tey missiónsku siga, og sum teir verðsligu advokatarnir við mold undir neglunum kalla ástaðarfund, tá partarnir møtast undir opnum himni og hava eina on-the-spot investigation, sum føroysk-enska orðabókin hjá Sprotanum sigur um hetta slag av fundi. Eitt livandi Kingoørindi úr Tjørnuvík kemur tær beint í oyrað og tú undrast, at mikrofonin fangaði tað í tjúgutjúgu. Løtan stendur still.  Veit ikki, um eg nakrantíð havi verið í kirkju í ár, men her var eg í kirkju. Heima hjá mær sjálvum framman fyri hátalaranum. Takk fyri tað, og at tú púra óvæntað dróg meg hagar.  Hetta fekk meg at hugsa um bygnaðin í eini góðari útvarpssending. Fyrst at hava eina greiða ætlan, sum kanska er íkomin av koronastongsilinum, og nú hevur ment seg og lagt seg í ein karm, sum ikki tykist endaliga fastur og læstur, men opin fyri tí, sum hvør einstakur og úrvaldi gestur hevur at koma við eftir einum avtalaðum og fyrireikaðum leisti.  Og har er so tað, kravið at koma við nøkrum, sum kann verða so ymiskt í huganum hjá ymsu lurtarunum.  Tað fer aldri at bera til at gera øllum til vildar, og vildi ein vertur lagt seg eftir tí sum tað fyrsta, so gjørdist sendingin skjótt fløt, tannleys og sjálvfylgilig ein heilan vetur.  Hetta varð ikki lagið í morgun, har gesturin veruliga hevði nakað at koma við til hetta formatið av sending, beinleiðis av bygd, ein leygarmorgun, til øll í Føroyum.  So væl varð beinleiðis sendingin fyrireikað, at tá eini sangurin ikki riggaði at syngja einu løtuna, tí gesturin, vit vóru heima hjá, týðuliga varð rørdur, so varð farið beint víðari, og sangurin kom so innaftur seinni. Skilti eg tað rætt, so var hetta eitt meistarligt forteljaragreb á staðnum fyri opnari mikrofon.  Hetta er útvarp tá tað er gott. Livandi og beinleiðis, og altíð við einum vilja at bera nakað fram, hvussu afturlítandi støðan so kann tykjast í nútíðarsamfelagnum og útvarpslandinum Føroyum.  Hetta var óluksáliga gott útvarpsarbeiði - og ein framúr ástøðisfundur í Tjørnuvík!   Loysnin er at ala springarar   Aldri áður hevur størri split verið millum politiskar, vinnuligar, religiøsar, fyrisitingarligar og starvsligar fraktiónir í landinum.  Ein politikari, sum er valdur til eitt útlendskt ting, hevur í seinastuni tvíhildið um bibilsku orðini hjá Markusi og Lukasi, sum í báðum týðingunum er greið:  ”Men tá ið hann kendi hugsan teirra, segði hann við tey: Hvørt ríki, sum er í ósemju við seg sjálvt, legst í oyði, og hús fellur á hús.” Tá man hoyrir nútíðar breyðpolitiska setningin: ”Tað skal síggjast, at vit eru komin til maktina”, freistast man til at siga, at tað er sjálvt málið at skapa split, bara fyri at markera seg sjálvan í sjónligheitskampinum um at tekkjast veljarum og viðhaldsfólki.  Aldri áður havi eg upplivað eitt so polariserað samfelag sum okkara beint nú.  Springarar skulu ikki drepast, tí teir liva í Guds fríu natúru. Í staðin skulu vit keypa kjøt frá einum avtalaðum bónda í Nýsælandi, senda kjøtið higar við bíðandi konteynarum og keypa tað liðugt pakkað í einum móttøkuhandli í Havn til ein fastan kiloprís.  Tað er í lagi, tí tað er ein tilætlaður framleiðsluvegur frá tí dýrið er føtt til tað doyr, ein pipe line, sum amerikanarin segði. Tað er hitt ikki.  Hetta merkir at náttúran og alt tað, sum har livir, skal fáa frið.  Eingin skal grípa inn í nattúruna, sum hevur sítt natúrliga rensl, meðan vinnan hevur sítt handilsliga rensl.  So halda vit fyri eyguni og vóna at hesir báðir vegir aldri krossast.  Men tað gera teir, tá springarar koma í drepning. Beint við síðuna av heimsins størstu føroysku alifyritøku og inni á sama Google markaða fjørði.  Einasta loysn er, at ala springarar og selja teir í portiónum, klárar at leggja á pannuna. So er landið vunnið! Vælkomin í Limbo Her er inngangurin hjá Doru Tiberiu Á Torvlaðnum til filmin TRANSIT, sum Filmsfelagið vísti í kvøld. Doru er úr Bukarest í Rumenia, men býr í Havn, har hann er giftur við Guðrið Poulsen. Hann kom higar í 1989 og tey hava júst havt 30 ára brúdleypsdag, Pearl Wedding. Eitt sindur um at slíta seg leysan úr tí elskaða, men fyri teg persónliga hóttandi pláss, á veg til eitt idealiserað symbol uppá frælsi og tryggleika. At vera í limbo Fyrst vil eg takka fyri, at eg eri boðin at siga nøkur orð um mína fatan av hugtakinum limbo. Á elektronisku miðlunum eri eg presenteraður sum útróðarmaður, so eg havi haft eitt sindur av trupulleikum við, hvat eg skuldi fara í, oljudans ella butterfly. Men eg eri ordiliga glaður fyri at búgva í einum landi, har ein fiskimaður kann introdusera ein, vónandi, fínan, eksistensiellan film, og ikki skal presentera fyrimunir og vansar við fiskidagaskipan versus kvotaskipan. Føroyingar hava haft eitt sterkt forhold til limbo. Harra Pál í Barbara hjá Jørgen Frantz Jacobsen missir sjóvarfallið og verður veðurfastur í mykinesi ein heilan vetur, fyri at kunna doypa eitt enn óføtt barn, sum annars kundi endað í limbo. Limbo kann vera útloyst av mongum tragedium ella órættvísi, lítlar ella stórar, sum man ofta einki veit um. Tað kann vera ein hjúnarskilnaður, at missa starvið av órøttum, ella ting nógv verri enn tað. Eydnan er ein almenn kensla, sorgin er persónlig og privat. Flóttar Vit eru øll flóttar, immigrantar ella refugees. Uppá eitt ella annað tíðspunkt í okkara søgu, er ein av okkara forfedrum fluttur undan kríggi, undan religiøsari forfylging, undan politiskari forfylging, undan neyð, undan eldi ella vatnflóð. Vit hava øll uppá eitt ella annað tíðspunkt í ættarsøguni verðið noydd at flýggja. Abbi mín var ein immigrantur úr Sicilia. Hann endaði sínar dagar í eini arbeiðslegu í Sibiriu. Eg eri ein politiskur refugee av uppruna, so eg havi upplivað uppá fyrstu hond, hvat tað vil siga at vera í transit, ella limbo. Tú hevur mist alt, títt land, tína familju, tína mentan, títt mál, tú hevur upplivað títt persónliga Hiroshima. Aftan á at katastrofan í tínum lívi er inntroffin, steðgar tú ofta í einum aldudali, einum ongamannalandi - einum limbo. Orsøkirnar kunnu vera so nógvar. Grensir, byrokrati, tín egna innara avmarking at fara víðari. Tað er ofta í einum fremmandum landi, har tú ikki dugir málið, og um tú kanska dugir málið, fatar tú ikki samanhangin í orðunum. Tú kennir ikki systemið, tú ert uttan fyri, og tú flytir teg fram uttan at vita hví. Tú kann vakna upp í einum býi sum Barcelona, vera í tómgongd, bíðandi eftir at sleppa víðari til eitt fjarskotið kontinent, droymandi um eina sandstrond í sólini. Tú ert í einum av glaðastu býunum í verðini, men tað slær ikki í gjøgnum hjá tær, henda gleðin virkar næstan obscene. Tú svevur um náttina á einum herbergi hjá katólsku kirkjuni, og um morgunin verður tú settur á gøtuna. Tú gongur framvið skrivstovuna hjá Amnesty International, har tú ert ein sak, tú fer framvið hjá United Nations High Commision for refugees at vita, um nakað nýtt er um títt visa. Tú keypir tær eina fløsku av víni, sum tú munnar tær á gjøgnum dagin, leggur teg á ein bonk við havið, sama bonk og sama hav, hvønn dag. Og um kvøldarnar fert tú aftur til katólska herbergið saman við alheimsins einglum. Meðan tú bíðar. Dag aftan á dag, viku aftaná viku, mánað aftan á mánað. Tú følir teg deyðiliga særdan, og tað kennist sum at leggja seg aftur á í einum flógvum baðikari, sum bedøvar tíni sár eina løtu, tú veit at tað blívur kalt og pínan kemur aftur, men nú ert tú numb. Tín heili steðgar upp, hann fer niður á basisfunktiónir og tú kanst bara hugsa nakrar tímar fram, tí um tú sært ta ómetaligu støddina av tínari støðu, so er tað ikki til at halda út. Tú ert sum í eini tunell, har inngongdin er rapað, samstundis sum ljósið í hinum endanum fánar burtur. Lovaða landið blívur ein hvørvisjón. Tú ert nú í limbo. Welcome to Transit. Doru Tiberiu Á Torvlaðnum Hóvlig sjónarmið, takk! Í hesum døgum eru sosialu miðlarnir meir enn nakrantíð til umrøðu í Kringvarpinum, á Facebook og á Netflix. Tilsamans eru tað hesir miðlar, ið eg sjálvur, umframt ómissiligu tíðindakeldurnar BBC, DR og NRK, brúki til gerandis.  Pappírsbløðini hava tapt, hvussu tey so berjast fyri at fáa útberingarstuðul, ið er einasta dygdarlyftið, ið blaðstjórar kundu seta fram í Pressuni í morgun. Útberingarstuðul. Ein skøva pláta um bata, sum eg ikki trúgvi petti uppá. Í sendingini Nón í Kringvarpinum hevði Leif Láadal um dagarnar eitt rættuliga hóvligt og tó stak innlitsgevandi prát um sosialu miðlarnar við Ólav Ellefsen, ið helst er fremsta ressursa í landinum hesum viðvíkjandi.  Støðið var nýggi heimildarfilmurin, The Social Dilemma (Jeff Orlowski, USA 2020), sum Netflix er farið at vísa í kjalarvørrinum á spælifilminum um sama evnið, The Hater (Jan Komasa, Pólland 2020), ið er eitt fiktivt senario, sum hevði verið eins áhugavert at tikið við og fingið eitt føroyskt boð uppá í sama hóvliga práti. Tí har er ikki bara hondføst og ofta triviell dokumentarisma til innvortisbrúk í einum amerikanskum gerandisdegi, men ein sosialt konstrueraður evropeiskur ikki-so-fjarur-veruleiki, har retorikkur og marknaðarføring verða brúkt í sosialu miðlunum í politiskari uppstilling, fyri ikki at siga útspilling, nettupp á Facebook.  Sera viðkomandi og tíðarbært, ja framúr og gudagivið uppskot um eina skræddarseymaða undirvísingargongd í til dømis miðlakunnleika og samskifti á miðnámi, at ganga gjøgnum hesar báðar Netflixfilmar, amerikanska heimildarfilmin, The Social Dilemma, og síðan pólska spælifilmin, The Hater. Men uttanfyri skúlagátt er tað hin hóvliga viðgerðin, vit hava brúk fyri í almenna rúminum. Tað er tað, vit hava brúk fyri.  Men á heimliga miðlaplattforminum eru nógvar hystadur, ið ikki bara eru konufólk, kanska tvørturímóti. Ytst í prátinum hava vit landstýrismannin í mentamálum, Jenis, sum umboðar ein evarska lítlan flokk, ið fyrr hevur sagt, at Kringvarpið skal strikast av fíggjarlógini. Tað hevur Pressuverturin, Øssur, ikki gloymt, letur hann okkum vita upp í saman í morgun í eini ikki sørt møðsamari stakkatosamrøðu, sum ger magasinsendingina keðiliga at lurta eftir.  Men á Facebook hevur næsti floksfelagi landstýrismansins, Bill, gjørt støðuna spentari enn nakrantíð, tá hann á hesum fremsta føroyska fólkamiðili, Facebook, í vikuni kunngjørdi, at samgongan varð fokin, um samkynd foreldur fingu nakrar sømdir yvirhøvur. Helst vilja vit rulla hjúnarbandaslógin aftur, altso aftureftir, segði hann. Allir lokalir miðlar loftaðu hesum ekstrema hystaduúttalilsi um foknu samgonguna, sum politikarin úr lítla flokkinum setti fram á Facebook týsdagin. Til tess at sláa kalt vatn í føroyska blóðið, ið onkuntíð fer upp at grindast, meir enn so, hava vit brúk fyri sjónarmiðum, sum eru í javnvág og geva meining, har tey verða sett fram, sjónarmiðini.  Í hinum borðinum hava vit ein virknan sálarfrøðing og rithøvunda, Gitte, sum vil avmarka atgongdina til sosialu miðlarnar á ein greiðan og ítøkiligan hátt, tí hon, sum hin einasta í almenna rúminum, knýtir sálarheilsu saman við skíggjatíð, ella skermtíð. Stak áhugavert og týdningarmikið, serliga fyri læruumhvørvið. Men tá niðurstøðan er, at øll skermtíð og skermnýtsla skal steðgast, so eingi børn sleppa til talgilda pallin, hvar hann so er, talgildi pallurin og amboðið, fyrr enn í hádeild í fólkaskúlanum, og tá verður ein lærugrein, rætt sum maskinskriving í gamla skúlanum, har fakdidaktiska málið var at læra næmingin blindskrift, so hann kundi gerast effektivur funktionerur í skrivstovusamfelagnum. Við tveimum fingrum á brettinum blívi eg kløkkur, hvørja ferð eg møti hesum sjónarmiði, blindskrift, sum førandi argumenti í talgildisbúgvingini. Markleysu talgildu miðlarnir, og harvið sosialu miðlarnir, sum natúrliga spretta har, tí einki lokalt miðlaátak enn hevur megnað at standa teimum kurl og bjóðað hægri, eru einsamallir at skapa teir karmar, sum verða lættari og lættari at brúka hjá okkum, vinfólki og grannum, uttan at vit geva okkum stórvegis far um tað. At læra at lesa og skriva, fyrst og fremst í fólkaskúlanum, bæði analogt og digitalt, og síðani á sama stað at læra elligomlu maktamboðini hjá lýsingavinnuni, eru enn sum áður uppgávurnar til alment dannilsi. Og hondina á hjartað. Tað er akkurát sum í søguni Hitt Gandaða Lyklaholið (Bente Koch 1965), um Sørin, ið ikki kendi S fyri K, men lúrdi trøllið av, tá hann lærdi seg at skriva, og kundi siga navnið á trøllinum, hóast tað skifti navn hvørja nátt. Tá kundi Sørin klippa halan, so trøllið misti alla makt. Ikki bara ein góð lesivenjing, men eisini ein góð søga.  Men tá vit, og serliga miðlafólk, í heimliga gerandissamfelagnum skifta orð um sosialu miðlarnar, er umráðandi, at vit ikki verða tikin av fótum, tí vit gloyma, at størsta móðurmálsuppgávan liggur ikki yviri í Silicon Valley, men beint her hjá okkum og føroyskum miðlum at skriva nógv og at skriva væl. Javnt og samt, nógv, gott og væl, her hjá okkum.  So kunnu tøknigigantar, ið ikki duga føroyskt, gera hvat teir vilja. Tí tað duga bara vit, føroyskt, í brúki til gerandis og whatever. Verði tit okkara tíðartjóðar, føroysku miðlarnir, heldur enn Facebook. - Annars eru vit ikki ein tjóð, sum ein av tilkomnu informantunum, Jonathan Haidt, sosialpsykologur og rihøvundur, sigur í The Social Dilemma, hóast høvuðsvitnið, Tim Kendall, sum fyrr leiddi bæði Facebook og Pinterest, nú sær borgarakríggj fyri sær. Haldi ikki, vit eru so illa stødd, sum hesir amerikanarar vilja vera við.  Meira kjakrúm til tey hóvligu um sosialu miðlarnar, sum eisini geva okkum innihald til dagin og vegin, sosialu miðlarnir. Tað er ikki bara ilt. Soleiðis er tað. Til lukku Skál! Føroyski heimildarfilmurin Skál hevur vunnið sína fyrstu virðisløn, New Nordic Voice fyri heimildarfilm, á árligu filmstevnuni Nordisk Panorama, sum fyrr ferðaðist, men nú hevur funnið frið í Malmö, har hon hevur verið í 32 ár, filmstevnan.  Til lukku! Dómsnevndin sigur soleiðis á enskum. Mær dámdi væl filmin, tá eg sá hann í Havnar Bio saman við fulsettum sali. Tað var ein heilt serlig uppliving, sum aldri kemur aftur. Tað er bara í heimligum biografum, at tílíkt sæst, hoyrist og merkist. Tí er tað, at filmar skulu síggjast í biografinum.  Vónandi fáa framleiðararnir sítt burturúr, tá filmurin nú kann stroymast á Filmstriben eins og hann kundi frumstroymast á CPH:DOX. Tí nú er hann deyður í biografinum. Tað haldi eg vera spell. Eisini at ein filmur, ið er so serføroyskur sum hesin, ikki verður frumsýndur í Føroyum á føroyskum fyri einum føroyskum áskoðaraskara. Eftir stendur tó, at hetta er tann føroyski heimildarfilmur, sum hevur sagt mær mest, just tí eg sá hann í einum heimabiografi mitt í býnum, har hann er sprottin og hoyrir til, filmurin, sum er millum bygd og bý í Føroyum. Kanska Lívdin í Hoyvík kundi víst filmin? Tað hevði verið spennandi! Her er mítt ummæli av Skál. Her er mín samrøða við høvuðspersónin í Skál. Bankatoskur á heysti Í túninum uttanfyri Barbara Fish House síggjast frá vinstru Johan Mortensen, hugbirtari og íverksetari, Ingvard Joensen, stjóri í Tavuni í Leirvík, John Mikkelsen, matstovuleiðari heima í Havn og Ólavur Sjúrðarberg, sum umframt at vera línumaður eisini er fyrrverandi skúlastjóri í Leirvík og formaður í Grindamannafelagnum. Á níggjunda ári hava Ingvard og Ólavur verið mentorar og lagt kokkunum lag á at kryvja, skera og hagreiða toskin og fiskin, sum havrannsóknarskipið Magnus Heinason hevur veitt á regluligu kanningarferðunum á Føroya Banka. Tað var týsmorgunin, at aldrandi havrannsóknarskipið Magnus Heinason kom á Eystaru Bryggju í Havn við bankatoski, sum í ensku orðabókini verður frámerktur sum large cod . Kanningarleiðarin, Petur Steingrund, segði, at teir fingu væl av hýsu og meira av toski enn á fyrru kanningarferðunum, hóast nøgdin framvegis er lítil í mun til fyrr í tíðini. - Toskurin er nú komin upp á sama støðið, sum tá hann var ringast fyri í teim góðu árunum, sigur Ólavur Sjúrðarberg við borðið í Barbara Fish House. Støddirnar eru góðar, fiskurin er væl í holdum, og tað er nógv nebbasild á Føroya Banka. Undir yvirskriftini Føroya Banki á heysti  borðreiða matstovurnar Barbara, Fútastova, Áarstova og Koks við tí tilfeingi, sum ikki er minni enn gastronomiskir gimsteinar. Heilt ítøkiliga 60 toskar og 50 hýsur av Føroya Banka í vikuni. Feskari verður tað ikki. Fryntligu kokkarnir, ið eisini høvdu skorið Bankaveiðuna upp, vóru Johan Petersen, sum er útlærdur kokkur, og John Eli Kristmundson, sum er lærlingur, og sæst til høgru. Tær báðar Julia Carlsson og Annika Repond Sørensen gingu John Mikkelsen til handa, borðreiddu fyri okkum og greiddu frá um allar seks rættirnar og vínið, sum skonkt varð afturvið. Eitt tænastulið, sum tryggjar eitt høgt støði og eina minnisríka uppliving á eini altjóða fiskamatstovu mitt í Havn. Fyrst er eitt vælkomuglas við perlandi spanskum cava frá Bodegas Naveran í Barcelona, einki minni enn teirra úrvalscava við heitinum Grande Dame, siga Annika og John, meðan púturnar við føroyskum stjørnumynstri hómast upp móti hvíttaða múrinum aftanfyri. Her er eingin tilvild, men hvør smálutur er hugsaður inn í norðuratlantisku upplivingina, sum greinar seg út í øll siðsøgulig fiskasambond, ið hava lagt støði undir núverandi matstovuvinnuna, sum týðuliga dregur ferðafólk til sín. Tað er sjón fyri søgn, so hvørt hurðin gongur, og fremmand tungumál hoyrast. Fyrsti av seks borðiskum er Ceviche, tað er bankatoskur, sum er lakaður í sitrón, við salsa, koriander, myntu og sitrón granite omaná. Svalligt og rátt undirkast, beint av Bankanum, men við smakki úr Latínamerika, haðani rætturin stavar, og heitið sigst verða úr Inkamálinum quecha í Andesfjøllum. Afturvið verður skonkt hvítvín úr Galisia, Albarino frá Bodegas Fefinanes, Rias Baixas. So er havið sett í karm og matskráin er sannførandi storytelling og gastronomiskt avrik. So langt eru vit komin at eta fisk, eisini úti. Annar forrættur í røðini er lippur av feskum Bankatoski. Ein vøra, sum egnar seg sjáldsama væl, bæði sum sushi og eisini í hesi røð. Á borðiskinum afturvið er grønmeti, sum er spísskál og gularót heiman av Sandi við Múlaosti omaná. Afturvið er portugisiskt vín, Quinta Ameal, úr Loureiro drúvuni. Triði rættur í hesi sannførandi symfoni í seks satsum av Bankanum, er varisliga dampað hýsa við puré úr graskari og leyki omaná. Einfalt og við smakkfyllu, sum einki annað vit higartil hava smakkað. Hýsa er greitt ein undirmettur fiskur, eru vit samd um við borðið. Fastari í kjøtinum enn hvíti góðskutoskurin, sum eisini er framúr til kalvasalat, hýsan. Og Ólavur hevur tað uppáhald, at hon skal ikki kókast longri, enn at tú tríggjar ferðir kanst siga "Soðin er seiður, kókaður murtur, tak hann upp úr og ber hann burtur". Tríggjar ferðir. So er kókað. Hurðin gongur og útlendingar spyrja um pláss. Um ein tíma er pláss, og John vísir teimum inn til Mikkeler í grannahúsinum. Tá tímin er farin koma ferðamennirnir aftur. Teir hava investerað í at fáa hesa uppliving við í hugaskjáttuna innan teir flúgva heim aftur í morgin. Eg eri errin av útboðnum og tænastustøðinum, sum ikki bara fremmandafólkið, men eisini vit kunnu kunnu njóta gott av. Tað er ein góð hjáveiða, sum vit nú sita og njóta. So verða tankarnir brotnir av, tí nú kemur hvítvín Finca Racon frá Tomas Cuisine, sum John sigur mær er ein fatlagra Macabeu drúva frá Costes Del Segre. Nú kemur fjórða servering, sum er høvuðsrætturin. Tað er fiskasúpan úr kannu við tí feskasta Bankatoski, sum til er, og so purrum, fennikel og rækjum afturvið. Toskin leggja vit sjálvi niður í súpanina, so máltíðin verður samskiftandi interaktiv kring borðið. Vínið er As Sortes, Rafael Palacios, sum er úr Godello drúvuni úr Valdeorras í Galisia. Vælvalt til høvið eins og hini úrvalsvínini, sum skifta í smakkstyrki, fyllu og turrleika. Framúr. Vit skifta orð um drúgva saltfiskatúrin hjá Sjóløvuni hjá N.J.Mortensen í 1917 og Otariu hjá Thomsen sama summar, og hvussu alt tá fór upp í brennivin, tí heimurin hevði so nógv at bjóða. Rókur Tummasarson sigur, at "mest sannlíkt var sluppin fyrst í Barcelona, ella í øðrum sponskum býi við eini klippfiskalast, áðrenn leiðin gekk til Santa Pola eftir havsalti, sum býurin hevur framleitt í øldir. Men okkurt gekk ikki eftir ætlan, og nógvar eru søgurnar um, hvussu skilið var av tvøramonnunum í Spania. Hvussu nógv er í hesum søgum er vónleyst at eftirkanna, men neyvan er nakar ivi um, at høvuðsorsøkin til at ferðin hjá Sjóløvuni gjørdist so drúgv, var rúsdrekka og at menn komu í skuld. Møguliga hevur skiparin gjørt sum skiparin á skonnartini Otariu hjá Thomsen, sum var í líknandi støðu sama summarið í Barcelona. Hann fall í drukk og tók meira pening út frá danska konsulatinum enn dekningur var fyri, og slapp tí ikki at halda leiðina fram. Og endin var, at Thomsen mátti selja skipið. N. J. Mortensen loysti tó ikki málið á henda hátt. Tað sigst, at danskir myndugleikar vórðu bidnir um hjálp, og tá teir komu til Sjóløvuna sótu menn á dekkinum við vínfløskum og rullaðu appilsinur sínámillum. Rigningur var ongin, tí hann var seldur til tess at útvega pening til dagsins uppihald, eins og teir høvdu selt skipshundin fleiri ferðir, men á onkran løgnan hátt, fann hann altíð oman aftur á skipið. Sambært siglingarsøguni førdi ein skipari av Eiði, sum ikki hevði verið í Føroyum í áratíggjur, Sjóløvuna heim til Føroyar. Tvørafólk hava sagt frá, at tá manningin á Sjóløvuni endiliga var heimkomin, vóru menn hildnir fyri gjøldur, og serliga skiparin sigst at hava verið happaður, umframt at hann kom í stóra skuld av ferðini. Menn, sum vóru við Sjóløvuni tosaðu helst ikki um ferðina, men í vertskapi kom tó fyri, at teir fóru undir at syngja og tosa á sponskum máli. Eisini ber til at syngja um Sjóløvuna á føroyskum máli, tí hildiđ verđur, at H.A Djurhuus fekk íblástur til yrkingina “Brita á fløttu” frá hesi hending." Nú bróta Annika og Julia av, tí vit eru komin til fimta rættin, sum er  karamellísur, sjokoláta ganache og krystaliserað hvít sjokoláta. Í gløsini fáa vit nú tjúkt og myrkt sjerri, Don Pedro Ximenez 1987, Toro Albala, Jerez Andalucia. So er sætti og endaliga lokandi rætturin á matskránni, sum er kaffi við Petit Four og Le Panto Brandy Gran Reserva, Gonzalo Byass í gløsini. Grannaverturin í Mikkeler heilsar uppá, og heldur, at vit skulu runda drúgvu máltíðina av við eini heimabryggjaðari La Serenita í eyðkenda bjórglasinum á stilki.  Ein hugfarslig máltíð kring eitt mettað fiskaborð er komin at enda, og vit fara í Irish Pub at fáa um endan á pubbkvissini hetta fríggjakvøld hin trettanda. Veit ikki um tað er júst tí, at dagurin er hin trettandi, men fyrsta eg hoyri sangaran bjóða er ein maltraktering av kendasta sanginum hjá Neil Diamond, fremsta poppskaldinum í verðini. Hóast framførslan ikki er eftir mínum hugi, men meira til týsku bierstube traditiónina, má eg sanna, at Havnin er ein metropolur, ið hevur alt at bjóða.  Manga takk fyri skiftið - og veiðuna! Journalistikkur stendur fyri falli Síðan danska sjónvarpsvertinnan, Sofie Linde, hin 26. august ikki bara fletti upp um seg sum vertur í Zulu Awards, tí hon var við barn, men eisini ákærdi ein stjóra í Danmarks Radio fyri tær grovastu sexhóttanir, tá hon var 18 ára gomul og arbeiddi undir honum, hava ákærurnar hópað seg upp um sexsjikanu á donskum redaktiónum.  Nýggjasta er, at Politiken er farin í hernað móti Ekstrablaðnum um eitt mál, har ein kvinna hevur klagað ein mann á redaktiónini fyri sexsjikanu, har úrslitið gjørdist, at ákærdi maðurin hækkaði í tign og bleiv leiðari hjá órættaðu kvinnuni. Hon rýmdi eins og Nora.  Eisini Weekendavísin hevur drúgva grein, En rådden mediekultur, har staðfest verður ein grundleggjandi sjúk mentan og registrerað atferð á redaktiónum, ið fáast við útgávur og journalistiskt arbeiði í eini tíð har knapt er við fólki og enn knappari við fígging. Eftir breiða dekninginum at døma er lesaranum greitt, at journalistiska umhvørvið í Danmark - haðani føroyingar hava mest sum alla útbúgving, royndir, sambond og framhaldandi bindingar til sitat og vinklingar - eftir øllum at døma er og kanska altíð hevur verið befongt við eini sjúkari mentan, har nettupp sjúka mentanin er ein fortreyt fyri uppstigan og starvsligari framflyting. Annars ert tú uttanfyri. Eftirsum bindingin til donsk viðurskifti er tøtt, og føroyska pressan til innihalds er so gjøgnumførd donsk, er givið, at somu viðurskifti munnu vera galdandi í Føroyum eisini. At nissan fylgir við. Alt annað vildi verið løgið. Journalistikkur og publiseringsvirksemi hava í útgangsstøði sett sær fyri at verða tann samfelagsfaktorur, ið skuldi fáa okkum at rista so mikið í brókunum, at allir makthavarar í stundini fóru til Kissa at keypa sær borgarligt belti at spenna um miðjuna, so teir ikki bráddliga stóðu við berari reyv, journalistisku menninir.  Kanska hava journalistar og publisistar kent korrumperandi sjúkuna innanífrá, nú teir so effektivt skiftast um at avdúka hesi viðurskifti - men bara hjá kappingarneytunum. It takes one to know one.