Týskland fær nýggja stjórn í vikuni Fyri fyrstu ferð síðan í umleið 70 ár fáa týskarar í hesi vikuni eina tríflokkastjórn, tá SPD, FDP og tey Grønu skipa samgongu. Tá tekur Olaf Scholz við sum kanskalri eftir Angelu Merkel. Tað hevur leingi verið greitt, at Olaf Scholz verður nýggjur ríkiskanslari í Týsklandi. Nú liggur tað til, at hann tekur við valdinum mikudagin. Hon hevur verið ímyndin av týskum - og fyri ao vítt eisini evropeiskum - politikki seinastu 16 árini. Heilt neyvt hevur hon í skrivandi løtu verið ríkiskanslari í 16 ár og 13 dagar, og tað ger Angelu Merkel til tann kanslaran, sum hevur sitið næst longst í sessinum. Bara Helmuth Kohl hevur sitið longri, hann sat í 16 ár og 26 dagar. Tá hon, nokk seinni í vikuni, fer frá, hevur hon sitið í sessinum tíggju dagar styttri enn Kohl, men tað tekur einki frá hennara støðu sum ein av teimum valdsmiklastu persónunum, og helst tann valdsmiklsti, í heimspolitikki seinastu nógvu árini. Uffe Taudal, korrespondentur hjá Berlingske í Týsklandi, skrivar tað rættiliga rámandi í dag, at seinastu nógvu árini hevur týskur politikkur verið øgiliga einfaldur. - Tá onkur byrjaði at tosa um lokalval, stjórnarbroytingar ella smáar “nuansur” í týskum politikki, so kundi mann altíð bróta av og spyrja, hvussu tað stóð til hjá Merkel. Men tað tíðarskeiðið endar í vikuni sum kemur, og sambært Berlingske er nýggj stjórn væntandi mikudagin. Tá tekur stjórnin, sum er samansett av SPD, teimum Grønu og FDP við valdinum og Olaf Scholz avloysir tá Angelu Merkel sum ríkiskanslari. Tað er samstundis fyrstu ferð í umleið 70 ár, síðan 50-ini, at týskarar fáa eina tríflokkastjórn, og ikki eina har talan er um ein stóran flokk, sum hevur ein lítlan flokk afturat sær. Sambært Uffe Taudal er talan um eina stjórn, sum ideologiskt peikar í allar ættir, og tí verður truplari at leggja týskan politikk á herðarnar á einum politikara. Hóast tað enn bara er púra vist, at Olaf Scholz verður kanslari, so hevur Berlingske eitt boð um hvørjir teir fimm høvuðspersónarnir - sæð við donskum brillum - fara at vera: Tann fyrsti er Olaf Scholz, sum umframt at hava verið borgmeistari í Hamburg, eisini hevur verið fíggjarmálaráðharri í sitandi stjórn. Uppgávan hjá honum verður at finna loysnir og tað kann gerast trupult, tá stjórnin bæði skal hugsa sosialdemokratiskt, grønt og liberalt í senn. Tann næsti er Robert Habeck, sum er nýggjur leiðari hjá teimum grønu. Hann stendur til at blíva búskaparráðharri og eisini ráðharri fyri veðurlagsverju. Christian Lindner er formaður hjá teimum liberalu og hann sær út til at skula gerast nýggjur fíggjarmálaráðharri. Tann fjórða er Annalena Baerbock, sum verður fyrsti kvinnuligi týski uttanríkisráðharri. Hon er bara 41 ára gomul og er tí ein av mest spennandi persónunum í týskum politikki í løtuni. Hon er heldur ikki bangin at fara upp ímóti teimum stóru, tí hon hevur bæði sett seg upp móti Russlandi í sambandi við gaslleiðingina og Kina í samband við mannarættindi. Tann fimti, sum Berlingske hevur eyguni eftir er aðalskrivarin í liberala flokkinum FDP. Hann eitur Volker Wissing og verður eftir øllum at døma samferðslumálaráðharri og hann skal eisini taka sær av talgildari menning.Talv: Yngsti maður stóð seg lutfalsliga best Luitjen Akselsson Apol, sum bara er 15 ára gamal, fekk sjey og eitt hálvt stig av níggju møguligum og hann vann sær 57 ratingstig afturat teimum 2111 ratingstigunum, hann hevði tá kappingin byrjaði. Høgni Egilstoft Nielsen vann sær 11 ratingstig afturat, hinir standa mestsumí stað. Luitjen Akselsson Apol, her avmyndaður til eina aðra kapping, hevur havt eina frálíka kapping á Malta. Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá føroyska talvlandsliðnum á Malta, har smálandakappingin hevur verið hildin hesa seinastu vikuna. Í gjár vóru seinastu talvini telvd, og enn einaferð vunnu Føroyar 4-0, tað var triðju ferð, at føroyingar vunnu á øllum borðum. At tað hevur gingið væl sæst eisini á einstaklingaúrslitunum, tí føroysku telvararnir hava bara tapt eitt einsamalt talv í kappingini, tað tapti tann bara 16 ára gamli Jón í Horni Nielsen í sínum allarfyrsta dysti fyri føroyska landsliðið, sum var móti Liktinstein. Síðan reistist Jón væl, tí tá kappingin var liðug hevði hann fingið trý av fimm møguligum stigum. Mált eftir talvstyrki, í ratingstigum, var tað tó yngsti maður, Luitjen Akselsson Apol, sum fekk medt burtur úr kappingini á Malta. Hann hevur, sum tann einasti verið við í øllum dystum, og hann fekk 7½ av níggju møguligum stigum. Tað vil siga, at hann telvaði javnt tríggjar ferðir og vann rest. Fyri tað vinnur hann sær 57 ratingstig afturat teimum 2111, sum hann hevði frammanundan. Høgni Egilstoft Nielsen, sum 2386 ratingstig áðrenn kappingin byrjaði, fær 11 stig heim við sær. Hjá Helga Dam Ziska, sum hevur munandi hægri styrkital enn mótstøðumenninir, 2541, er næstan vónleyst at gera nakað ratinglop í kappingum sum hesari, líkamikið hvussu góð úrtøkan er. Hann var við í sjey av níggju dystum og fekk seks stig av sjey møguligum. Tað vil siga, at hann telvaði javnt í tveimum talvum. - Góða úrslitið endurspeglar ta sterku siðvenju, sum talv hevur í Føroyum. Hóast vit til støddar og í fólkatali verri enn so kunnu sammetast við fleiri av hinum smátjóðunum í Evropa, sum vit kappast við í hesum afturvendandi talvkappingunum, so vísir tað seg ferð eftir ferð, at vit roynast drúgvir, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi. Tað mumar væl, tá tveir teir sterkastu føroysku telvararnir, Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen, eru við á landsliðnum. Teir hava eisini staðið seg øgiliga væl í smálandakappingini, men Helgi Dam Ziska er so sterkur, at líkamikip hvussu væl tað gekk, so hevði tað lítla og onga ávirkan á ratingtølini hjá honum.Eiler Rasmussen dømir finaluna Tað verður 44 ára gamli, Eiler Rasmussen, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 16. Eiler Rasmussen dømir finaluna um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 16. Hetta er uttan iva størsti dystur á árinum, so tað er við eyðmjúkleika, at eg nú gleði meg til júst hendan dystin. Nú ræður um at fyrireika seg væl, og hugsavna seg 100 prosent um uppgávuna. Soleiðis sigur Eiler Rasmussen, sum verður maðurin við floytuni, tá NSÍ og B36 fara á Tórsvøll leygardagin 4. desember klokkan 16, at spæla finaluna um Løgmanssteypið 2021. Hjálpardómarar vera Andreas Petur Hansen og Jón Marni Johannesen, meðan Petur Reinert verður 4. dómari. Dómaraeygleiðari verður Niklas á Líðarenda. Eiler Rasmussen hevur drúgvar royndir sum fótbóltsdómari. Síðan 1996 hevur fryntligi skálamaðurin, ið seinastu nógvu árini hevur verið búsitandi á Argjum, dømt 572 dystir á hægsta støði í føroyskum fótbólti. Atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo. Seinnapartin mikudagin vóru áleið 2.000 atgongumerki seld. Av teimum áttu B36-fjepparar tann størra partin. Kostnaðurin er 100 kr. fyri vaksin og børn. Í samband við finaluna er Tórsvøllur býttur í trý áskoðaraøkir.Kapping í vektlyfting í Tvørmegi seinnapartin Nú seinnapartin klokkan 14 í Tvørmegi fara vektlyftarar at kappast í árligu jólakappingini, sum samstundis er fyrireiking til kapping uttanlands. Føroysku vektlyftararnir hava havt stóra framgongd hetta seinasta árið, sum tað sást bæði í Føroyaleikunum og við donsku meistarastevnuna. Næst á skránni er norðurlendska meistarastevnan fyrst í komandi ári. Vant verður fram til kappingina undir leiðslu av roynda danska venjaranum Frank Petersen. Kappast verður eftir reglunum hjá altjóða vektlyftarasambandinum IWF. Vinnararnir av kappingunum verða funnir eftir Sinclair-stigum, tað vil siga tvørtur um vektbólkar. Kunning um kappingarreglur og limaskap er at finna á www.sff.fo. Styrkifelag Føroya skipar fyri kappingini, ið byrjar klokkan 14 í hølunum, har Tvørmegi heldur til. Koronutilmælini eru galdandi.Sigurin komin undir land Føroyar standa á gáttini at vinna smálandakappingina í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Nú restar heilt lítið í. Í áttanda umfari í gjár telvaðu Føroyar og Kýprós javnt 2-2. Allir telvaðu remis uttan stórvegis hóvasták. Líkt er til, at føroyingar hava kent seg so tryggar longu fyri dystin, at teir fóru ikki heilhugaðir eftir sigrinum. Besta dømið um tað man vera, at stórmeistarin Helgi Dam Ziska helt frí. Teir eldru sýndu teimum yngstu tað álit, at lata bæði Luitjen og Jón telva í gjár, tó at teir høvdu mótstøðumenn við hægri styrkitali yvirav sær á aftaru borðunum. Nú er støðan tann, at tað skal ganga út av lagi illa í seinasta umfari í dag, um sigurin skal gleppa føroyingum av hondum. Føroyar hava fimtan stig fyri sjey sigrar og ein javnleik. Føroyar eru tvey stig undan Kýprós, sum er einasta lið, sum kann fáa okkum aftur. Kýprar hava trettan stig, eitt fleiri enn Andorra, sum tí ikki longur kann vinna kappingina. Men Andorra kann fáa Kýprós aftur, tí tey bæði liðini møtast í síðsta umfari í morgin. Siga vit, at Føroyar tapa í síðsta umfari leygardagin móti Guernsey, og Kýpros vinnur á Andorra, stendur á jøvnum í oddanum, men tá koma borðstigini okkum til góðar. Føroyar hava 25 borðstig og Kýprós 22. Vinna kýprar 4-0 á Andorra - og tað átti ikki at komið fyri - tá standa føroyingar seg við hálvumøðrum stigi móti Guernsey. Føroyski sigurin í smálandakappingini er tí so gott sum í pottinum. Kýprar hava lítið annað enn ein teoretiskan møguleika at fáa Føroyar aftur. Í seinasta umfari í dag, leygardagin, telva Føroyar og Guernsey. Dysturin byrjar klokkan 15.00.Magnus vann drúgvasta HM-talv nakrantíð Talvið í sætta umfari av heimsmeistaradystinum millum norska heimsmeistaran, Magnus Carlsen, og russiska avbjóðaran, Jan Nepomnjasjtsjij, gjørdist við 136 leikum eisini tað drúgvasta talvið nakrantíð í heimsmeistarakappingini í talvi. Magnus Carlsen, heimsmeistari, og avbjóðarin, Jan Nepomnjasjtsjij, byrjaðu um middagsleitið og góvust stutt fyri klokkan átta. Tá hevði Magnus Carlsen vunnið drúgvasta HM-talv nakrantíð. Gamla metið var 124 leikir og tað stavar frá fimta dystinum í HM-kappingini, sum varð telvað í Baguio City á Filipsoyggjunum í 1978, tá Viktor Korchnoi og Anatoly Karpov telvaðu um heiðurin at gerast heimsins besti telvari. Tað talvið endaði remis, men tað gjørdist ikki úrslitið, tá Magnus Carlsen, heimsmeistari, og avbjóðarin, Jan Nepomnjasjtsjij, reistust frá borðinum í Dubai, sum teir settust við um middagsleitið í dag. Dagsins dystur endaði við, at Magnus Carlsen vann, men tað var ikki fyrr enn teir báðir høvdu flutt 136 leikit, at russiski avbjóðarin viðurkendi, at har stóð einki til og at støðan ikki stóð til at bjarga. Tá tað var púra vist at tap var í hendi rætti hann høgru hon tvørtur um boðið og ynskti norska heimsmeistaranum til lukku við sigrinum. Hetta er fyrsti dysturin teirra millum, sum endar við sigri til annan teirra. Hini fimm talvini eru endað við javnleiki, og í veruleikanum er støðan innanhýsis teirra millum soleiðis, at russiski avbjóðarin, Jan Nepomnjasjtsjij, hevur havt takið á norska heimsmeistaranum. Men tá tað galt, vísti norski stórmeistarin, at hann eisini var nóg stinnur til at koppa russiska stórmeistaranum. Talvið í dag var rættiliga áhugavert, tí fleiri ferðir gjøgnum talvið høvdu teir báðir góðar støður, sum teir kundu gagnnýtt betur. Tað gjørdu teir ikki, av ymsum orsøkum, og tá endatalvið byrjaði lá tað mest til at eisini hetta talvið skuldi enda javnt. Men norski stórmeistarin var seigur og leitaði eftir møguligum loysnum, sum hann eisini brádliga fann. Seinastu leikirnar var tað í grundini bara ein spurningur um nær Nepomnjasjtsjij fór at geva skarvin yvir, og tað gjørdi hann so, tá 136 leikir vórðu leiktir Tað skulu telvast 14 talv í hesi kappingini, og tað er ikki ósannlíkt, at tey øll verða telvað. Spurningurin sjálvandi um annar teirra, vinnur seg so langt framum, at seinastu talvini einki broyta, men tað má tíðin vísa. Tá Korchnoi og Karpov tørnaðu saman í 1978 telvaðu teir 32 talv og dysturin vardi í fýra mánaðir. Hann byrjaði 18. juli 1978 og endaði 18. oktober. So drúgt verður hetta talvið ikki, tí sambært skránni telvað teir seinasta talvið 14. Desember. Annars endaði dysturin í Baugio City við at Karpov endurvann heimsmeistaraheitið, og spurningurin er so, um tað sama hendir hesaferð. Karprov gjørdist heimsmeistari í 1975, bara 24 ára gamalur, og hann var heimsmeistari fram til 1985. Hann kom aftur íaftur í 1993 og var heimsmeistari framt il 1999. Magnus Carlsen stendur kortini ikki nógv aftanfyri hann, tí vinnur hann aftur nú, hevur hann verið heimsins besti telvari í átta ár. Hann gjørdist heimsmeistari í 2013 og hevur ikki tapt eina HM-kapping síðan. Norski heimsmeistarin var bara 22 ára gamal, tá hann gjørdist heimsmeistari. Annars kunnu vit til endans leggja afturat, at Magnus Carlsen sjálvur átti næstdrúgvasta talvið í HM-høpi. Tað var móti Annand og var uppá 122 leikir. Eisini kunnu vit siga, at dagsins talv vardi í sjey tímar og 41 minuttir.Faer Isles væntar at fara undir at byggja whiskygoymslu fyrst í næsta ár Tørvur verður á goymsluplássi nú Faer Isles Distillery fer undir at gera whisky fyrst í komandi ári, og tí er tilgongdin byrjað at byggja tríggjar goymslubygningar í Kvívík. Her er ætlanin, at teir tríggir goymslubygningarnir skulu vera. Seinni er ætlanin at leggja framleiðslu og vitjanarhøli aftrat. Nú er skjótt klárt hjá Faer Isles Distillery at fara undir fyrsta byggistig í Kvívík, og felagið hevur biðið fleiri byggifyritøkur um tilboð upp á at fara í holt við fyrsta byggistig. Faer Isles Distillery hevur í løtuni alla framleiðsluna í Vestmanna, men eigur eisini eitt stykki í Kvívík. Upprunaliga var ætlanin at framleiða í Kvívík, men nú felagið slapp framat í Vestmanna, eru ætlanirnar broyttar eitt sindur, og framtíðarætlanirnar eru at hava framleiðslu á báðum støðum. Men felagið fer næsta ár undir whiskyframleiðslu, og tá verður neyðugt við goymsluplássi, tí whisky skal lagrast, áðrenn tað kann kallast fyri whisky og fara út á marknaðin. Og tí verður eftir ætlan nú farið undir at byggja tríggjar goymslubygningar á stykkinum í Kvívík, siga Bogi Karbech Mouritsen og Dánial Hoydal frá Faer Isles Distillery. Dánial Hoydal greiðir frá, at ætlanin er at byggja tríggjar goymslubygningar í fyrsta byggistigi, har teir eru 12 ferðir 17 metrar til støddar og seks metrar upp til mønuna. Mett verður eftir, at hvør bygningur skal kunna goyma upp móti 500 tunnum av whisky, ið er áleið ein ársframleiðsla, sigur Dánial Hoydal. Goymslubygningarnir skulu byggjast eftir sama leisti sum føroyski hjallurin, sum er ein opin bygningur. Dánial Hoydal ger greitt, at ein stórur partur av whiskysmakkinum kemur frá búningini, og tí er ætlanin at brúka sama hátt at búna whiskyið, sum aldargamli føroyski hátturin at goyma mat. Hóast byggivinnan hevur nógv at gera, hevur Faer Isles Distillery biðið um tilboð frá fleiri byggifyritøkum, og felagið vónar, at farast kann undir at byggja goymslubygningarnar fyrst í komandi ári. Faer Isles Distillery hevur longu frammanundan sent bæði gin og akvavitt á marknaðin. Meira er at lesa um Faer Isles Distillery í Dimmalætting um føroyska framleiðslu, ið kann lesast her.Skúlaflokkar aftur raktir av koronu Ein fyrstiflokkur á Skúlanum á Skúlatrøð og tveir fimtiflokkar á Sankta Frants Skúla eru raktir av koronu og sendir heim. Smittan hevði kortini ikki breitt seg til aðrar flokkar, siga skúlastjórarnir. Tað er ein fyrstiflokkur á Skúlanum á Skúlatrøð, ið er raktur av koronu. Ein fyrstiflokkur á Skúlanum á Skúlatrøð er raktur av koronu og er sendur heim. Tað váttar Vagn Foldbo, skúlastjóri. Vagn Foldbo sigur, at ein næmingur fekk staðfest smittuna týsdagin, og tá hevði skúlin havt klippidag til jólapynt, og at tað tá kanska er skjótari at smitta aðrar næmingar í flokkinum. Síðan flokkurin varð sendur heim, eru fleiri tilburðir staðfestir í flokkinum, og eisini ein lærari er raktur. Smittan hevur kortini ikki gjørt um seg í øðrum flokkum, tí skúlin hevur tað, ið stjórin kallar fyri flokseinsemi. Flokseinsemi gongur í stuttum út uppá, at einstøku flokkarnir hava ikki samband við aðrar flokkar, og eingir felagstímar, so sum ítróttur, verða hildnir í felag. Allir tímarnir verða hildnir fyri flokkarnar hvør sær. Flokseinsemi er galdandi fyri fyrsta upp til sjeynda flokk. Hjá eldri flokkunum eru so mikið nógvir næmingar, ið antin hava havt koronu ella eru koppsettir, at neyðugt er ikki við flokseinsemi har, sigur Vagn Foldbo. Eisini á Sankta Frants skúla hevur koronusmittan gjørt um seg, tí har eru báðir 5. Flokkarnir sendir heim, váttar Aslaug Olsen, skúlastjóri. Aslaug Olsen sigur, at umleið 13 næmingar vóru smittaðir í árganginum, og tí vórðu allir næmingarnir í 5. flokki – um 48 næmingar – sendir til húsar. Skúlastjórin ger kortini greitt, at smittan er avmarkað til bert tann árgangin, og hinir flokkarnir fylgja skúlagongdini sum vant. Tað er kanska heldur ikki so løgið, at skúlar verða raktir av høgu smittutølunum, ið gera um seg í løtuni, tí um hugt verður eftir hagtølunum hjá landslæknanum fyri smittuna seinastu dagarnar, sæst, at tey ungu telja framvegis fyri ein stóran part av samlaða smittutalinum. Frá kanningunum fyrradagin sæst, at 18 av teimum 62 smittaðu vóru undir 11 ár. Fyri tølini 30. November vóru 16 av 62 tilburðum undir 11 ár, og fyri 29. November vóru 25 av 73 tilburðum – meira enn ein triðingur – børn undir 11 ár. Í prosentum eru hesi tølini ávikavist 29 prosent, 25 prosent og 34 prosent.Trý fólk rakt av skotum í Rødovre Ein skottilburður hevur fyrrapartin í dag skakað Rødovre, og løgreglan váttar, at trý fólk eru rakt av skotum. Løgreglan veit ikki at siga, hvør støðan hjá teimum særdu er. Trý fólk eru í rakt av skotum á Islevbrovej í Rødovre í dag. Tað sigur danska TV2 nú á middegi. Vestegnens Politi skrivar á Twitter, at trý fólk eru rakt í einum skottilburði, og at løgreglan er mannsterk til staðar. Løgreglan skrivar kortini, at hon fær einki sagt um støðuna hjá teimum raktu, og sambært TV2 er ikki greitt, um skottilburðurin í dag hevur samband við skottilburðin á Nørrebrogade hósdagin, ið kostaði einum fólki lívið. Upptøkur og myndir av staðnum vísa nógv løgreglufólk við automatvápnum og ein sjúkrabil.Er saltkassin tómur? Nú hálka hevur verið seinastu dagarnar, so minnir Tórshavnar kommunu sínar borgarar um at brúka fráboðanarskipanina hjá kommununi. Tórshavnar kommuna hevur 597 saltkassar standandi í grannløgunum í kommununi, sum fólk kunnu taka av, tá tørvur er á tí. Kommunan skrivar á heimasíðu sínari, at er saltkassin í tínum grannalagi tómur, so kanst tú brúka fráboðanarskipanina hjá kommununi, so syrgir Vegadeildin í Tórshavnar kommunu fyri at fylla kassan upp aftur. Ivast tú í, hvar saltkassin stendur í tínum grannalagi, kanst tú finna hann á kortinum á hesari leinkjuni. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum, so sært tú, hvør kassi er tættast við. Trýst á leinkjuna omanfyri at koma inn á kortið, ið vísur saltkassar í Tórshavnar kommunu. Til ber at geva kommuni eitt prei, er saltkassin tómur, her. Inga Kristiansen fer at verja sína ph.d.-ritgerð mánadagin Mánadagin 6. desember klokkan 13 fer Inga Kristiansen at verja sína ph.d.-ritgerð. Klokkan 13 mánadagin skal Inga Kristiansen verja sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll. Til ber eisini at fylgja við á zoom. Mánadagin 6. desember klokkan 13 fer Inga Kristiansen at verja sína ph.d.-ritgerð, sum kallast "Population dynamics of Calanus species within the southwestern Norwegian Sea – links to water mass distribution and Norwegian spring spawning herring”. Andmælingar eru Jeffrey Runge, professari, Hein Rune Skjoldal, professari, og Anni Djurhuus, adjungeraður adjunktur. Ph.d.-verjan verður í Kongshøll á Vestaru bryggju, og til ber eisini til at fylgja við á Zoom. Nærri verður lýst við Zoom-leinki á setur.fo. Almennu koronutilmælini eru galdandi. Livandi Tilfeingi: Framsýning og søla av føroyskum handverki Í vikuskiftinum, 3.-5. desember, verður aftur skipað fyri hugnaliga vetrartiltakinum, Livandi Tilfeingi, í Perluni og Reinsarínum í Havn. Talan er um serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av staðbundnum dygdarhandverki: Leir, træ, glas, jarn, klæði og góður matvørur frá føroysku bygdunum. Tey, ið luttaka í ár, eru hesi. Umframt framsýning og sølu av føroyskum handverki, verða aðrir táttar á skránni. Eitt nú fer leygarmorgunin at snúgva seg um staðbundnað ostahandverkið. Jóan Pauli Joensen fer at hugleiða um mjólk og ost í Føroyum, og síðani verður verkstova við heimskenda ostaframleiðaranum, David Asher ( Black Sheep School ). Livandi Tilfeingið er opið fríggjadag frá 15 til 19, leygardag frá 10 til 19 og sunnudag frá 14 til 19 . Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í Perluni og Reinsarínum í vikuskiftinum. Tilmælini frá landsins myndugleikum verða fylgd, og tí er neyðugt at vísa koronapass, gula koppsetingarkortið ella negativa test, ið ikki er eldri enn 72 tímar.Nú verður lættari at forvinna pening á TikTok Við nøkrum nýggjum átøkum, so ætlar sosiali miðilin TikTok at gera tað lættari hjá fólki, ið gera innihald til pallin, at forvinna nakað av peningi afturfyri. Um tú nakrantíð hevur hugsað fyri tær, at tað var ein máti hjá tínum áhoyrarum at vísa tær takksemi fyri tíni videobrot á TikTok, so hava vit orð fyri tað: Tips. Sosiali miðilin TikTok er úti við nýggjum átaki, har tað nú verður møguligt at geva tips ella drekkipengar til tann, ið ger tilfar til sosiala miðilin. Tað skrivar sosiali miðilin á sínari heimasíðu. Tað fara at vera fleiri møguleikar at geva tips ella drekkipengar, har til ber at geva fimm, tíggju, 15 dollarar ella meira eftir máti, har TikTok-brúkarin, sum ger innihald, fær allar pengarnar, minus eitt lítið avgjald, skrivar TikTok. TikTok fer eisini at gera ein nýggjan portal “Creator Next”, har allir inntøkumøguleikarnir fara at verða samlaðir á einum stað. TikTok er eitt kinverskt felag, og hevur í dag fleiri enn eina milliard brúkarar.Ein smittaður í B36 hópinum Hópurin er kannaður, og eingin annar er smittaður, sigur Magni Mouritsen, formaður í felagnum. Tilburðurin ávirkar kortini ikki ov nógv, nú steypafinalan skal spælast leygardagin, tí smittaði leikarin skuldi eftir ætlan ikki vera partur av liðnum, ið møtir NSÍ á Tórsvølli. Ein leikari í B36 hópinum hevur fingið koronu og verður ikki við til steypafinaluna mít NSÍ leygardagin. Tað váttar Magni V. Mouritsen, formaður í B36. Spælarin er tikin úr hópinum, og restin av hópinum hevur eisini latið seg kannað, og eingin annar tilburðir er staðfestur. Magni Mouritsen leggur aftrat, at spælarin hevur verið skaddur og hevur tí havt lítið við hópin at gera. Spælarin, sum varð smittaður á arbeiðsplássinum, hevur havt eina venjing saman við hópinum, men eftir øllum at døma hevur hann ikki smittað nakran, tí restin av hópinum hevur havt negativa koronukanning. Smittaði spælarin er fult koppsettur, og tað eru bert tveir leikarar í hópinum, ið ikki hava fingið fulla koppseting – teir mangla báðir seinna prikið, upplýsir Magni Mouritsen.Oddagrein: Fáið nú nýggju pantskipanina samtykta Tað hevur verið ein heilt óalmindiliga tungur burður at fáa samankoyrt alla pantskipanina, so fólk sleppa av við alt á einum stað. Tað eru meira enn hálvthundrað ár síðan vit sendu fólk upp á mánan, og fingu tey niður aftur á jørðina í livandi líki. Áttu vit so ikki tá eisini at kunna uppfunnið EINA skipan har vit kunnu avgreiða øll íløt? Tað hevur verið ein heilt óalmindiliga tungur burður at fáa samankoyrt alla pantskipanina, so fólk sleppa av við alt á einum stað. Sum støðan er í løtuni, skal mann renna frá Peri til Pól fyri at sleppa av við fløskur og einnýtisíløt, og tað virkar sum, at tað er líka stórur munur á, tá man til dømis skal lata ølblikk og vín- og brennivínsfløskur innaftur, sum tað er, tá man keypir tær. Tí tær mugu, fyri alt í verðini, ikki latast inn á sama staði. Í dag er tað so galið, at SMS hevur eina skipan, FK hevur eina aðra, Rúsan hevur sína heilt egnu og onkur annar eina fjórðu, um tað er so, at tey einsamøll selja akkurát tað slagið av íløtum. Tað vil í grundini siga, at brúkararnir, sum í grundini áttu at verið tey, sum eru í fokus, viðhvørt standa í longum bíðirøðum, tí tey mugu rótað runt í posanum eftir tí, sum skal latast inn, og so fara víðari til tann næsta. Jú, men vit kunnu bara skilja tað, áðrenn vit koyra tað í posar, sigur tú kanska, og tað er eisini púra rætt. Tað hava nøkur pláss til, men tað hava onnur ikki, og so endar tað sum tað so ofta endar, at alt fer í sama posa, og vit vakna ikki fyrr enn vit skulu “avreiða” íløtini. Tað kann væl vera, at dovinskapur er ein orsøk, men álvaratos, eiga vit sum samfelag ikki at kunna finna út av at gera eina felags pantskipan, uttan at tað skal taka hundrað ár at fáa hana upp á beinini? Eg meini so við, tað eru meira enn hálvthundrað ár síðan vit sendu fólk upp á mánan, og fingu tey niður aftur á jørðina í livandi líki, og føroyska samfelagið hevur uppfunnið krúllutar skipanir, sum loysa øgiliga nógvar og undarligar uppgávur, áttu vit so ikki tá eisini at kunna uppfunnið EINA skipan har vit kunnu avgreiða øll íløt? Tað er altíð áhugavert at lesa hagtøl, og tað er tað eisini, tá vit lesa hagtølini yvir nýtsluna av einnýtisíløtum. Tey vísa, hvussu nógv fleiri einnýtisíløt vit brúka í dag samanborið við í 2008, tí tað er næstan talan um eina seksfalding. Tað, sum eisini er áhugavert í hesum tølunum er, at tað virkar sum, at tað er eitt fast tal av íløtum, sum ikki verður latið innaftur. Vit vita ikki hvør orsøkin er, men vit vita at umleið ein millión íløt vera ikki latin innaftur. Hvørt ár. Tað kann vera tí, at fólk skulu brúka tey, men tað kann eisini vera tí, at tey bara verða tveitt burtur. Og so eru vit við tann seinasta spurningin, sum myndugleikarnir eisini eiga at taka støðu til, tá tað einaferð verður farið í holt við hetta málið. Tí verða íløtini tveitt burtur, ja, so hava vit ein dálkingartrupulleika, og tað er ein av høvuðsorsøkunum til, at vit hava eina “returskipan” ella eina pantskipan. Tí er tað hugaligt at síggja, at tað nú tykist lýsna fyri degi, vónandi fáa vit eina skipan til gagns fyri okkum øll.Fólkaheilsuráðið kemur við nýggjum skíggjaráðum Við støði í vísindaligari gransking, hevur Fólkaheilsuráðið arbeitt við neyvum skíggjaráðum, har millum annað verður nevnt, at børn ikki skulu fáa snildfon, fyrr enn tey eru 14 ára gomul. Skíggjar eru komnir fyri at vera, men hetta merkir ikki, at vit einki skulu gera fyri at tryggja eina skynsama skíggjanýtslu. Seinastu árini er meiri vísindalig gransking komin á økinum, ið sigur, at tá tøknin ikki verður nýtt rætt, kann hon hava negativar avleiðingar fyri svøvnin, sálarheilsu, málsligar førleikar, kropsliga heilsu, atferð, fakligheit, uppmerksemi, trivnað og menning, skrivar Fólkaheilsuráðið í einum tíðindaskrivi. Fólkaheilsuráðið nevnir tríggjar samanhangandi faktorar, sum kunnu avmarka negativu avleiðingarnar av skíggjanýtslu: Aldur, hvussu vit brúka skíggja og alternativ fyri at brúka skíggja Fólkaheilsuráðið hevur í samband við gransking á økinum gjørt ein faldara, sum eisini liggur á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum. Boðini í faldaranum eru millum annað: At børn í fyrsta lagi fáa snildfon, tá ið tey eru 14 ára gomul At børn og tannáringar, yngri enn 14 ár, bert nýta netið, tá ið foreldur eru kring tey At børn ikki hava skíggja á kamari fyrr enn tey, í fyrsta lagi, eru 16 ára gomul At skúlar hjálpa børnum og tannáringum at avmarka skíggjanýtlsuna og eggja til sosiala samveru við at hava snildfonfríar skúlar “Almennu skíggjaráðini – góð fyri heilsu, trivnað og menning hjá børnum og ungum” verða løgd fram á Fólkaheilsuráðstevnuni “Hvussu hevur tú tað, barn?” í Kongshøll í morgin og verða tøk sum faldari á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum í samband við ráðstevnuna. Til ber eisini at lesa meira um nýtslu av sosialum miðlum hjá føroyingum – greining frá “Hvussu hevur tú tað?” frá 2019 kann lesast her.Chris Cuomo uppsagdur hjá CNN Tað gekk skjótt fyri seg, tá CNN í vikuni fekk nýggjar upplýsingar um, hvussu nógv Chris Cuomo hevði hjálpt beiggja sínum, fráfarna guvernørinum í New York, Andrew Cuomo, sum skal møta í rættinum fyri kynsliga at hava gjørt seg inn á 11 kvinnur. Chris Cuomo varð sagdur úr starvi alt fyri eitt. Chris Cuomo her avmyndaður eftir eina samrøðu við Bernie Saunders, er ikki longur vertur hjá CNN. Hann er uppsagdur fyri at hava brotið innanhýsis reglur hjá støðini tá hann hjálpti beiggja sínum. Hann varð sendur heim meðan málið varð kannað, men tá sjónvarpsrásin fekk nýggjar upplýsingar um, at Chris Cuomo hevði hjálpt beiggja sínum Andrew Cuomo meira enn hann hevði sagt fyri sínum arbeiðsplássi, fall hamarin alt fyri eitt. Chris Cuomo, ið var ein av kendastu vertunum hjá CNN, varð sagdur úr starvi. Tað hevur leingi verið róð framundir, at Chris Cuomo skal hava hjálpt beiggjanum, ið var guvernørur í New York, tá søgur byrjaðu at ganga um at hann skuldi hava gjørt seg inn á kvinnur, sum arbeiddu hjá honum, og tað endaði eisini við, at CNN sendi Chris Cuomo heim meðan málið var kannað. - Vit hava fingið eina viðurkenda sakføraraskrivstovu at kanna málið, og vit hava sagt hann úr starvi alt fyri eitt, skrivar CNN i einum boðum á Twitter. Sum skilst eru tað nýggj skjøl, sum løgmálaráðharrin í New York, Letitia James, hevur lagt fram, sum hava uppsøgnina við sær. Tað nýggja er, at Chris Cuomo skal hava sett seg í samband við aðrar journalistar fyri at finna útav, um tað eru nýggjar ákærur á veg ímóti beiggjanum. Akkurát hetta hevur Chris Cuomo avsannað fyri arbeiðsgevara sínum, og tá tað er greitt brot á innanhýsis reglurnar hjá CNN var ikki annað at gera enn at siga hann úr starvi Tað var í august, at Andrew Cuomo mátti leggja frá sær eftir at hava sitið sum guvernørur í tíggju ár. Tá høvdu søgurnar um, at hann skuldi hava verið ov nærgangandi móti konufólki, sum arbeiddu hjá honum, gingið í rúma tíð. Nú er málið komið har til, at fyrrverandi guvernørurin skal í rættin, har hann skal verja seg móti ákærum frá 11 kvinnum. Rættarmálið byrjar í januar næsta ár. Stjóraskifti á Appnet Oddmar Thomsen er settur sum nýggjur stjóri á Appnet Nýggi stjórin í fyritøkuni, Oddmar Thomsen, hevur síðstu tíðina virkað sum ráðgevi hjá Appnet og kemur framyvir at leiða Appnet fram. Oddmar Thomsen sigur, at hann er sera spentur upp á uppgávuna. Vit ynskja Oddmar Thomsen hjartaliga tillukku við nýggja starvinum og takka samstundis Robert Thomsen fyri hansara drúgvu tænastu og ynskja honum blíðan byr framyvir. – Vit takka Robert Thomsen fyri hansara íkast og leiðslu á Appnet øll hesu mongu árini. Robert Thomsen hevur sitið sum stjóri á Appnet í 19 ár og hevur nú valt at fara í annað starv, skrivar Appnet í einum tíðindaskrivi. Oddmar Thomsen tekur við sum stjóri 1. desember. Sp/f Appnet er eitt virki innan KT-vinnuna sum framleiðir heimasíður og forrit. Appnet bleiv stovnað í oktober 2002 og er heimahoyrandi í Porkeri. Anelia vunnið 40.000 krónur fyri bestu ritgerð í Føroyum í ár Anelia Blagoeva Philbrow hevði besta íkastið úr Føroyum í danskari ritgerðarkapping millum lesandi. Í gjár vann hon heiður og 40.000 krónur fyri sína MA-ritgerð um burðardygga ferðavinnu Ferðavinnan í Føroyum hevur sum kunnugt náttúruna í sínum miðdepli, og seinastu árini hevur alment kjak verið um fría gongd í haga øðrumegin og rættindini hjá bóndum hinumegin. Anelia Blagoeva Philbrow, sum hevur lisið West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum, hevur gjørt MA-ritgerð um, hvussu vit við samstarvi og samávirkan kunnu finna semjur á ferðavinnuøkinum. Og í gjár fekk hon heiðursløn frá danska Undirvísingar- og granskingarstýrinum fyri bestu ritgerð úr Føroyum. Ritgerðin eitur "Understanding Sustainable Tourism (Practices) Through Governance Perspective. Spanning Structural Holes with Closed for Maintenance – Open for Voluntourism". Dómsnevndin skrivar í síni grundgeving fyri at velja ritgerðina hjá Aneliu soleiðis. Talgilt tiltak varð hildið seinnapartin í gjár ávikavist í Føroyum, Grønlandi og í Danmark, og Hans Müller Pedersen, stjóri á Útbúgvingar- og granskingarstýrinum, og Martin Breum, journalistur og rithøvundi, vóru vertir. Í Føroyum var lítil samkoma á Setursskrivstovuni, har Chik Collins, rektari, og familja hjá Aneliu luttóku. Eftir handanina segði Anelia Blagoeva Philbrow, at hon heldur, at kappingin hevði givið sær gott høvi at fáa áhugaverda og týðandi gransking fram í ljós. Hon er glað fyri heiðurslønina og ta góðu vegleiðingina og álitið, hon hevur fingið á Setrinum, meðan hon hevur arbeitt við ritgerðini.  Fimleikafelagið Støkk er 55 ár í dag Mynstrið í fimleikinum er broytt nakað, síðani Støkk varð stovnað í 1966. Tá fimleikurin byrjaði, var aldursmarkið tíggju ár fyri at íðka fimleik. Nú er einki aldursmark - har tey yngstu eru foreldur við børnum, og tá børnini gerast fýra ára gomul, kunnu tey íðka sjálvi Støkk varð stovnað 23. november í 1966. Stovnararnir vóru Jóhanna og Kaj Aage Troest og Svava og Johan Kjeld. Fyrstu nógvu árini helt felagið til í fimleikahøllini í Glyvra skúla, men seinnu árini hevur stásiliga Bylgjan í Runavík verið karmur um meginpartin av virkseminum hjá Støkk.   Góðar umstøður at virka í Tað er sera hugaligt at vera støkkari, nú felagið fyllir 55 ár hin 23. november, skrivar felagið á heimasíðu sínari. Í framúr góðu umstøðunum í Bylgjuni, venja fleiri lið samstundis hvønn dag. Og koyrir tú framvið Bylgjuni, síggjast glaðir fimleikarar í stóru og ljósu høllini, meðan aðrir renna út og inn - til og frá venjing.     Felagið, sum í dag hevur út við 800 aktivar fimleikarar í øllum aldri, leggur stóran dent á, at øll skulu hava møguleika at íðka fimleik. Breiddarfimleikurin verður tí raðfestur frammarlaga í arbeiðnum hjá felagnum, og harumframt verður stór orka løgd í kappingarfimleikin. Nógv sjálvboðið arbeiði Ígjøgnum øll hesi árini er hópin av fólki, sum hava tikið hond í við øllum teimum mongu og fjølbroyttu uppgávum, ið dagliga skulu loysast í felagnum. At átaka sær uppgávur í einum virknum felagskapi er mennandi fyri fólk í øllum aldri. Nógvir av ungu fimleikarunum eru hjálparar og hjálparvenjarar hjá yngri fimleikarum. Og foreldur og avvarandi hjálpa til, tá framsýningar og onnur tiltøk eru á skránni. Á henda hátt kann Støkk, við góðum treysti, halda fram við at menna bæði kappingar- og breiddarfimleikin í felagnum frameftir, skrivar felagið, nú Støkk verður 55 ár í dag. Navnið Tá felagið varð stovnað, vóru fleiri uppskot til navn; millum annað vóru fimleikafelagið Fimi, Glyvra fimleikafelag og Støkk, sum gjørdist endaliga navnið. Tað vóru teir báðir Kaj Aage og Johan, sum góvu felagnum navnið. Støkk er stytsti formur av at støkka At støkka = at leypa í knappari rørslu ella springa Bólturin støkkur Í gleivstøðu - støkk! Búmerkið og fyrsti búnin Búmerkið hjá felagnum hevur Johan Kjeld teknað. Tað ímyndar ringarnar, sum verða nýttir í amboðsfimleiki hjá monnum. Fyrsti búnin hjá felagnum varð sniðgivin av Karolinu Danielsen, dóttir Jonu og Óla Chr. Danielsen, og varð seymaður hjá Dianu Jacobsen. Toppurin á flaggstongini Tá Støkk varð stovnað í 1966, varð ein toppur gjørdur til flaggstongina. Hann hevði Sámal Knudsen gjørt, men tá felagið í 1986 fylti 20 ár, varð ein nýggjur, men sama slag gjørdur. Tað vóru teir báðir ungu dreingirnir, Philip Jacobsen og Árni Borgarlíð, sum høvdu gjørt toppin í jarnsmíð í skúlanum. Teir vóru tá á leið 16 ára gamlir og gingu í 10. flokki. Hesin toppur var føðingardagsgáva til felagið. Flogskiparafelag Føroya: Atlantic Airways raðfestir pengar fram um royndir Flogskiparafelag Føroya – FAPA – kemur við eini yvirlýsing, har felagið hartar Atlantic Airways fyri ikki geva nøkrum av teimum 19 uppsøgdu flogskiparum møguleika at koma í starv aftur – men heldur seta fýra óroyndar flogskiparar í starv Flogskiparafelag Føroya – FAPA – hartar Atlantsflog í yvirlýsing, tí Atlantic Airways ikki tekur hædd fyri teimum 19 – harav fýra av fimm nevndarlimum í Flogskiparafelag Føroya - uppsøgdu flogskiparum, sum vórðu sagdir úr starvi vegna koronufarsóttina, sum miðlarnir eisini skrivaðu um í mai mánað í fjør. Tveir teirra hava síðani fingið starv sítt aftur. Í samband við uppsagnirnar var Jóhanna á Bergi millum annað í Degi & Viku, har hon greiddi frá, at felagið hevur tørv á smidleika, sum flogskiparafelagið væl kundi skilja. Men at uppsiga 64 prosent av flogskiparum úr sáttmálasettum størvum, men so fyri stutt eftir at lýsa nøkur av somu størvum leys millum uppsøgdu flogskipararnar , til verri treytir og til nul-tíma størv (freelance) uttan fasta inntøku, var ikki ein mannagongd, ið flogskiparafelagið kundi taka undir við. Og nú sær út til, at tað sama er við at henda aftur, nú Atlantic Airways hevur valt at seta fýra flogskiparar við nógv færri royndum og nærum ongum starvsaldri í starv, sambært Flogskiparafelag Føroya. Teir fýra, sum nú eru settir uttan eina setanaðartilgongd, vóru partur av hópinum, ið var uppsagdur í juni 2020. Tó, sambært FAPA, so hevur Atlantsflog ikki virt avtaluna um starvsaldur hjá flogskiparunum, men valt hesar fýra, sum hava nógv færri royndir og nærum ongan starvdaldur í tjóðarfelagnum fram um aðrar í hópinum, sum hava upp í 16 ára starvsaldur og fleiri royndir. Tríggir av hesum fýra pilotunum høvdu ein starvsaldur millum tveir og seks mánaðar í tjóðarfelagnum. Starvsaldur er áramálið, ein flogskipari hevur verið í starvi hjá felagnum, og er ikki at skilja sum rætturin til eina ávísa løn, men vísir til eitt pláss á eini stigaskipan. Lønar-anciennitetur er sambært lønartalvini í sáttmálanum. Tað hevur fingið Flogskiparafelag Føroya at skriva hesa yvirlýsingina: “Á várið 2020 segði nevndin í Atlantic Airways 19 av 30 pilotum úr starvi. Uppsagnirnar vóru allar grundaðar á COVID-19 eina, og raktu bæði flogskiparar og flogstýrimenn. Fleiri av teimum uppsøgdu flogskiparunum hava í nógv ár trúfast og trygt røkt síni størv sum flogskiparar á Føroya-leiðini. Alt dugnalig fólk við høgum starvsaldri í tjóðarflogfelagnum og við upp í 23 ára royndum í cockpittinum. Nú er COVID-19 við at missa sínar fastatøkur, ferðahugurin økist aftur, og 24. september 2021 hevði Atlantic Airways tí eina starvslýsing í miðlum, har søkt varð eftir stýrimonnum (m/k) til føst størv. Okkum kunnugt søktu allir teir 19 arbeiðsleysu pilotarnir størvini. Flogskiparafelag Føroya – FAPA – væntaði, at Atlantic Airways fór at virða áralangt trúfesti, høgan starvsaldur og drúgvar royndir, tá størvini skuldu setast – men so var ikki. Ivasom setanartilgongd Ikki ein av flogskiparunum við nógvum royndum og høgum starvsaldri var so frægt sum kallaður inn til setanarsamrøðu tíansheldur fekk boðið starv. Harafturímóti setti Atlantic Airways fýra pilotar við nógv færri royndum og nærum ongum starvsaldri í starv. Tað er ógjørligt hjá nevndini í FAPA at meta um, hvørt ein verulig og gjøgnumskygd setanartilgongd hevur verið. Stutt fyri at størvini vóru sett, álegði leiðslan í Atlantic Airways okkara umboði í setanar- og metingarnevndini at undirskriva eina skerpaða tagnarskyldu. Hetta er eitt ógvusligt og púra óvanligt stig at taka. Nevndin í Flogskiparafelag Føroya stendur undrandi. Hví velur okkara tjóðarflogfelag flogskiparar við høgum starvsaldri og nógvum royndum frá fyri heldur at seta stýrimenn við lágum starvsaldri og færri royndum í starv? Var hetta tað, COVID-19 skuldi brúkast til? Vit høvdu í hvussu er væntað okkum meira av tjóðarflogfelag føroyinga”, skrivar Rúni Højgaard, formaður í Flogskiparafelag Føroya. Tað var um miðjan mai mánað í fjør, at Atlantsflog segði 90 starvsfólk – harav 19 flogskiparar – upp vegna koronufarsóttina, tí minni varð flogið.  Fyri Dimmalætting og Kringvarpið segði Johan í Niðristovu, nevndarlimur í Flogskiparafelag Føroya, tá, at uppsagnartreytirnar vórðu partvís virdar. Uppsagnarkunningin skuldi verða givin 14 dagar undan uppsøgn, men sambært Johan í Niðristovu fingu flogskipararnir, sum vórðu uppsagdir, ikki boðini fyrr enn nakrar dagar frammanundan. (Dagført 24-11-2021 klokkan 09.45) Smálandakapping í talvi Sjeynda talvkappingin millum smátjóðir í Evropa verður nú um mánaðarskiftið suðuri á Malta. Føroyska landsliðið er hesaferð favorittur at vinna kappingina, sum Andorra vann seinast Hini liðini í kappingini umframt Føroyar eru Andorra, Luksemburg, Monaco, Malta, Kyprós, Liktinstein, Jersey og Guernsey. Tíggjunda liðið manna kvinnur úr teimum ymsu londunum - tó er eingin úr Føroyum við. Hvørt land hevur fimm telvarar á sínum liði - fýra telva í hvørjum dysti. Talvsamband Føroya hevur øll árini hildið fast um, at fimti telvarin er unglingi. Hesaferð eru tveir, sum hava unglingaaldur, á føroyska liðnum. Hesir fimm fara at manna føroyska talvlandsliðið á Malta: 1. Helgi Dam Ziska, HT 2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 3. John Rødgaard, VT 4. Luitjen Akselsson Apol, HT 5. Jón í Horni Nielsen, ST Blaðungir Luitjen og Jón eru ávikavist 15 og 16 ára gamlir, og millum yngstu telvarar - um ikki teir allaryngstu - á talvstevnuni á Malta. 15 ára gamli Luitjen er longu royndur í leikum, og nú sleppur ungi sandavágsmaðurin, sum hevur havt stóra framgongd, av álvara at royna seg. Á ovaru borðunum hava Føroyar sterkar og royndar telvarar. Nógv fer at hvíla á teimum, skal føroyska landsliðið útinna sín favorittleiklut í kappingini. Roknast kann við harðari mótstøðu frá serliga Andorra, Luksemburg og Monaco. Telvað verður frá sunnudegnum 28. november til leygardagin 4. desember. Vinnarar í smálandakappingini: 2009 Føroyar 2011 Luksemburg 2013 Føroyar 2015 Luksemburg 2017 Føroyar 2019 Andorra Ukraina vann EM Føroyar vóru ikki við í EM-kappingini fyri landslið í talvi, sum júst hevur verið í Slovenia. 39 lond kappaðust. Eitt sindur óvæntað vann Ukraina, men avrikið var ógvuliga sannførandi. Frakland endaði í hølunum á teimum og gjørdist nummar tvey. Stóran lut í góða úrslitinum hjá fransmonnum átti hin 18 ára gamli Alireza Firouzja á 1. borði. Hann er ættaður úr Iran, men situr ikki væl um sátt við myndugleikarnar í heimlandinum, og hevur nú franskan ríkisborgaraskap. Alireza Firouzja hevði óhoyrt góð úrslit í kappingini, og tað ber í sær, at hann fer at vinna seg upp um 2800 í styrkitali, sum er eindømi hjá so ungum telvara. Hann krýpur tí heilt fram á annaðplássið á altjóða talvstyrkilistanum - í hølunum á norska heimsmeistaranum Magnus Carlsen. Sterka polska landsliðið endaði nummar trý í EM. Russisku favorittarnir máttu óvæntað sættast við eitt sættapláss. Føroyar hava tvær verðir verið við í stóru EM-talvstevnuni, men ikki í ár. HM-finalan byrjar Tað hendir nógv innan telvingina í hesum døgum. Fríggjadagin verður fyrsta talvið í HM-finaluni millum norska heimsmeistaran Magnus Carlsen og russiska avbjóðaran Ian Nepomniachti telvað. Kappingin er í Katar. Teir telva til 16. desember. 31 ára gamli Magnus Carlsen hevur verið heimsmeistari síðani 2013. Tá koppaði hann indiska stórtelvaranum Vishy Annand. Norðmaðurin hevur seinni vart heitið í HM-finaludystum móti Annand, Sergej Karjakin úr Russlandi og Fabio Caruana úr USA. Sjónvarpið hjá norska ríkiskringvarpinum NRK ger sum vant nógv burturúr, og sendir alla finaluna beinleiðis á báðum høvuðsrásunum. Kelda: Suni Merkistein/Talvsamband Føroya Hugnakvøld fyri foreldur at tvørkyndum Mikukvøldið 24. november klokkan 19.30 verður hugnakvøld í hølinum hjá LGBT+ Føroyar í Tórsgøtu 16 í Havn Tað eru tær báðar Súnfríð Jacobsen og Ritva Samuelsen, sum hava tikið stig til hetta kvøldið. Tær eru báðar mammur at tvørkyndum, og vilja fegnar hittast við onnur foreldur. - Vit hava kanska nakrar royndir, sum onnur - nýggj - kunnu brúka, og halda vit, at tað er umráðandi, at vit foreldur kunnu stuðla og hjálpa hvør øðrum, siga tær í einum tíðindaskrivi, sum LGBT+ Føroyar hevur sent. Á hugnakvøldinum luttekur eisini Bjørt Lind sálarfrøðingur. Bjørt hevur í løtuni tveir samrøðubólkar fyri tvørkynd. LGBT+ Føroyar sigur, at tað er umráðandi at kunna hittast við onnur í somu støðu sum ein sjálvur, og tí er ætlanin, at hesi kvøldini skulu verða afturvendandi. Øll foreldur at tvørkyndum eru hjartaliga vælkomin. LGBT+ Føroyar skrivar í tíðindaskrivinum, at tey fegnast um, at Súnfríð og Ritva hava tikið stig til hetta, tí fleiri foreldur hava í seinastuni sett seg i samband við LGBT+ Føroyar um ráðgeving í samband við, at barn teirra er tvørkynt, sigur Annlis Bjarkhamar, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar. Víðari sigur felagið í tíðindaskrivinum, at Ritva og Súnfríð vóna at síggja nógv foreldur til tiltakið.  Hetta fyrsta kvøldið greiða tær báðar frá, hvat tær hava hugsað við hugnakvøldinum, og hvørjar ætlanirnar eru. LGBT+ Føroyar bjóðar kaffi/te og køku. Heitt verður á tey, ið ikki eru koppsett um at kanna seg fyri korona, áðrenn tey koma á gátt. Fyribyrging av hvítvaski og fígging av yvirgangi Viðmerking til tíðindini um “Congo Hold-up” í KvF 22. november Sum peningastovnur er Bank Nordik fevndur av hvítvasklógini, ið hevur til endamáls at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi. Sambært §38 í lógini hava banki, leiðsla og øll onnur starvsfólk tagnarskyldu og kunnu tí ikki úttala seg um einstøk mál. Tagnarskyldan er ikki tíðaravmarkað, og brot á hana er revsivert. Tískil ber heldur ikki til at svara fyrispurningum frá fjølmiðlum um ítøkilig mál í hesum sambandi. Hesum hevur Bank Nordik eisini greitt KvF frá í skrivligum svari. Soleiðis fyribyrgja vit hvítvaski og fígging av yvirgangi Yvirskipað snýr okkara arbeiði við fyribyrging af hvítvaski og fígging av yvirgangi seg um at kanna bakgrund og endamál í sambandi við allar óvanliga stórar flytingar og øll óvanlig flytingarmynstur og annað virksemi, har tað ikki ber til at staðfesta, at talan er um greitt og lógligt fíggjarligt virksemi. Endamálið er at kunna staðfesta, um tað er grundarlag fyri at halda, at flytingarnar kunnu hava tilknýti til hvítvask ella fígging av yvirgangi. Um vit staðfesta nakað illgrunasamt í sambandi við hesar kanningar, hava vit skyldu til at boða Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet (SØIK) frá hesum illgruna. Hetta er galdandi, annaðhvørt illgrunin verður staðfestur áðrenn ella aftaná, at ein kundi hevur flutt pening gjøgnum bankan. Sum allir aðrir peningastovnar boða vit SØIK frá, so hvørt sum vit fáa illgruna ella varhuga av, at talan kann vera um hvítvask ella fígging av yvirgangi. Í 2020 fráboðaðu vit 176 mál til SØIK, og í danska peningastovnsgeiranum vórðu samanlagt meira enn 60.000 mál fráboðað. Heimildarfilmur um íslendsku provokatørarnar úr Hatari Norðurlandahúsið vísir áhugaverdan heimildarfilm hósdagin um íslendska tónleikabólkin, ið fór avstað við øllum yvirskriftunum í Eurovision-finaluni í 2019 í Ísrael, tá limirnir í bólkinum veittraðu við palestinskum fløggum í The Green Room Tónleikabólkurin Hatari gjørdist heimskendur í Eurovision-finaluni í 2019, ið varð hildin í Ísrael. Tað høvdu undan finaluni tosað um ósemjuna um Ísrael og Palestina, men lovaðu, at tey einki skuldu gera til sjálva finaluni, tí sambært samtyktunum fyri Eurovision, skal tónleikakappingin og politikkur ikki blandast saman – hóast vit hava sæð óteljandi dømir um tað, har serliga Ukraina og Russland hava verið eftir hvørjum øðrum við politiskum sangum – men Hatari hevur eisini eina samtykt innanhýsis í bólkinum, og tað er, at bólkurin skal gera mun, har hann kann. Hatari framførir sín sang til finaluna, og fyriskipararnir anda lættliga, tí bólkurin framførir uttan at gera nakað politiska staðseting, men bólkurin vil tað øðrvísi. Tey hava gjørt av, at tá stigini verða deild út, so skal stuðulin til Palestina staðfestast, og hetta ger bólkurin – til stóra øði millum áhoyrarnar og fyriskiparunum – í The Green Room, har øll tey, sum framføra til finaluna kunnu taka sær av løttum. Eftir finaluna verður bólkurin førdur burtur av trygdarfólki, tí vandi er fyri, hvat kann standast av hesi gerð. Eftir finaluna hoyrdist ikki so nógv til tónleikabólkin, men nú verður møguleiki at síggja og hoyra meira til henda gátuføra bólkin, tí hóskvøldið sendur Norðurlandahúsið heimildarfilm um bólkin. Norðurlandahúsið skrivar: “Upprunaliga var Hatari ein bólkur av framførslulistafólkum, sum høvdu meldað seg til Melodi Grand Prix sum eitt listaligt skálkabragd, men brádliga varð bólkurin valdur út at standa á pallinum í Tel Aviv og umboða Ísland fyri 200 milliónum hyggjarum. Hvat ger mann so? Settur andlit til andlits við politiska samtekstin og Ísrael-Palestina-ósemjuna, ger Hatari av at royna at gera ein mun, at broyta heimin og brúka teirra rødd politiskt, og hetta gongur ikki friðarligt fyri seg. Hvussu skal bólkurin bera fram sín boðskap, klára trýstið  frá bæði ísraelum og palestinarum, og samstundis fullgera stóru finaluna? Kom við á ferð teirra 25. november klokkan 19.30, tá ið Norðurlandahúsið vísir virðislønta íslendska heimildarfilmin frá 2020 – A Song Called Hate”. Filmurin er á íslendskum og enskum, og hevur enskar undirtekstir. Her er ein brellbiti frá heimildarfilminum: Her er framførslan hjá Hatari í Eurovision-finaluni í Ísrael í 2019: Og júst sum fyriskipararnir hildu, at nú var sloppið, so kemur politiska staðsetingin: Summi húski eru meira viðkvom fyri rentuhækkingum Umleið tveir triðingar av skuldini hjá føroysku húskjunum er í føroysku peningastovnunum við eini broytiligari rentu, og hesi húskir verða tí beinleiðis rakt, um rentan hækkar. Harafturat hava umleið helvtin av lánunum, sum føroyingar hava í donskum realkredittstovnum, eina broytiliga rentu. Restin av skuldini hjá føroysku húskjunum er realkredittlán til fasta rentu Sambært greining hjá Nationalbankanum frá november 2021, eru summi húskir serliga viðkvom fyri rentuhækkingum. Tað eru húskir við høgum skuldarlutfalli, sum hava sethúsalán við broytiligari rentu og/ella hava sethúsalán uttan avdráttir. Húskir við slíkum sethúsalánum koma í størri mun at nýta størri part av síni tøku inntøku til rentuútreiðslur, tá renturnar hækka. Hækkar rentan við eitt prosentstigi, veksa mánaðarligu rentuútreiðslurnar við umleið 800 krónur um mánaðin fyri hvørja millión krónur, ið ein skyldar. Umleið tveir triðingar av skuldini hjá føroysku húskjunum er í føroysku peningastovnunum til broytiliga rentu, sí mynd 1 niðanfyri. Hesi verða tískil beinleiðis rakt, um rentan hækkar. Harumframt hevur umleið helvtin av lánunum, sum føroyingar hava í donskum realkredittstovnum, eina broytiliga rentu. Realkredittlánini við broytiligari rentu hava tó ymisk rentubindingartíðarskeið; renturnar liggja fastar í tíðarskeiðum millum hált til fimm ár, og tískil verða øll húskir við hesum lánum ikki rakt beinanvegin av eini rentuhækking. Restin av skuldini hjá føroysku húskjunum er realkredittlán til fasta rentu (yvir eitt tíggju ára rentubindingartíðarskeið). Samanlagt hava 86 prosent av lánunum hjá føroysku húskjunum eina broytiliga rentu og 92 prosent av lánunum eru við avdráttum (sept. 2021). Megna føroysku húskini ikki at gjalda mánaðarligu lánsgjøldini vegna øktar rentuútreiðslur, kann tað í ringasta føri føra til tap í føroysku peningastovnunum. Um húskini við stórari skuld eru nógv í tali, kann tað gerast ein váði fyri fíggjarliga støðufestið, um tapini eru stór. Lítið bendir tó í løtuni á, at húskir við høgum skuldarlutfalli eru ein váði fyri fíggjarliga støðufestið í Føroyum, av tí at tey eru fá í tali. Kelda: Landsbanki Føroya Flest húski við høgum skuldarlutfalli í Suðurstreymoy Talið av húskjum, sum skylda meir enn tvær milliónir krónur og hava skuldarlutføll omanfyri trý, eru fleiri í tali í Suðurstreymoy samanborið við aðrastaðni í landinum. Hetta hongur millum annað saman við, at sethúsaprísirnir eru hægri í miðstaðarøkinum Talið av húskjum, sum skylda meir enn tvær milliónir krónur og hava skuldarlutføll omanfyri trý, eru fleiri í tali í Suðurstreymoy samanborið við húskir, sum búgva aðrastaðni í landinum. Hetta hongur millum annað saman við, at sethúsaprísirnir eru hægri í miðstaðarøkinum. Í Suðurstreymoy eru húskini við skuldarlutfalli yvir trý umleið 480 í tali, samanborið við restina av landinum, har tey eru umleið 130 í tali. Tað skrivar Landsbanki Føroya í frágreiðing síni um fíggjarligt støðufesti fyri triðja ársfjórðing 2021. Mynd 1 niðanfyri vísir skuldarlutføll hjá føroyskum húskjum í ávikavist Suðurstreymoy og restini av landinum. Skuldarlutfall er skuldin hjá húskjunum mátað í mun til árligu bruttoinntøkuna hjá húskjunum. Vanliga verða húskir viðmælt ikki at skylda meira enn 3,5 ferðir sína árligu inntøku, men í summum førum verða hægri skuldarlutføll loyvd, eitt nú um útlit eru til, at einstaka húskið fær skuldarlutfallið niðurum 3,5 innan eitt stutt áramál. Umleið 1.400 húskir í Føroyum, ella 7,5 prosent av húskjunum tilsamans, høvdu í 2020 eitt skuldarlutfall omanfyri trý. Tó ber til at hava eitt høgt skuldarlutfall, uttan at skuldin er merkisverd stór í krónum og oyrum. Er inntøkan lág, sum eitt nú hjá einum lesandi, noyðist skuldin ikki at vera serliga stór, áðrenn skuldin er fleirfaldað árligu inntøkuna. Verður ístaðin hugt eftir húskjum, sum hava skuld omanfyri tvær milliónir krónur, er talið av teimum við skuldarlutfalli omanfyri trý lægri; tey eru 610 í tali í 2020, ella umleið trý prosent av øllum húskjum í Føroyum í 2020. Hava nógv føroysk húski eitt høgt skuldarlutfall uttan aðra ogn ella uppsparing at forsvara høga skuldarlutfallið við, kann tað gerast ein váði fyri fíggjarliga støðufestið, um broytingar í rentustøði ella búskapargongd føra til størri tap í peningastovnunum. Lítið bendir í løtuni á, at húski við høgum skuldarlutfalli eru ein váði fyri fíggjarliga støðufestið í Føroyum. Men hóast tað ikki er ein váði fyri peningastovnarnir, at summi húski hava høgt skuldarlutfall, kann tað verða av stórum týdningi fyri einstaka húskið, um mánaðarligu lániútreiðslurnar brádliga gerast ov stórar, hevur Landsbanki Føroya áður skrivað í ársfrágreiðing síni. Jenis av Rana svarar at hann ikki vil svara fyrispurningi um koronu Ingilín D. Strøm hevði sett landsstýrismanninum skrivligan fyrispurning um koppsetingarstøðu og sóttarhald í sambandi við eitt koronurakt brúdleyp. Men Jenis av Rana vil ikki svara fyrispurninginum og sigur, at talan er um persónlig viðurskifti - ikki almenn viðurskifti. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, vil ikki svara fyrispurningi frá Ingilín D. Strøm, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, um hvørt hann hevur latið seg koppsett fyri koronu, ella um hann hevur verið í brúdleypið hjá Steffani Klein Poulsen, har korona gjørdi um seg. Í kjalarvørrinum á fleiri greinum á dimmu.fo og í Dimmalætting um koppsetingarstøðuna hjá landsstýrismanninum og ávirkan hennara á starvið sum landsstýrismaður, setti Ingilín D. Strøm landsstýrismanninum fyrispurning eftir grein 52 a í tingskipanini, har landsstýrismaðurin varð biðin um at greiða frá, hvørt hann var koppsettur, um hann hevði verið í brúdleypi hjá floksfelaganum Steffani Klein Poulsen, sum varð rakt av koronu, og um landsstýrismaðurin hevði verið í sóttarhaldi, eftir um hann hevði verið í koronurakta brúdleypinum. Men Jenis av Rana vil ikki svara fyrispurninginum og vísir á, at grein 52 a fyrispurningar eru um almenn viðurskifti, og hann metir ikki, at koppsetingarstøða ella onnur støðu viðvíkjandi heilivági hoyra undir almenn viðurskifti. Talan er um persónlig viðurskifti hjá landsstýrismanninum, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana hevur áður gjørt greitt fyri VP, at hann var ikki koppsettur, og at hann hevði ikki ætlanir um at lata seg koppseta. Steffan Klein Poulsen hevur váttað fyri Dimmalætting, at Jenis av Rana var gestur í brúdleypinum, og Dimmalætting hevur staðfest, at Jenis av Rana bert fáar dagar eftir brúdleypið var í Danmark, har hann var á fundi við Trine Bramsen, danska verjumálaráðharran; á fundi við norðurlandaráðið og til 25 ára føðingardag hjá Nora. Fíggjarætlanin fyri 2022 hjá Nes kommunu Skattaprosentið verður 20,5 prosent, sum er tað sama sum í 2021. Barnafrádrátturin verður 5.500 krónur, sum eisini er tann sami sum í 2021 Á bygdaráðsfundi hjá Nes kommunu í gjárkvøldið, tann 29. november, varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt. Skattaprosentið verður 20,5 prosent, sum er tað sama sum í 2021. Barnafrádrátturin verður 5.500 krónur, sum eisini er tann sami sum í 2021. Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða  67.3 mió kr. Rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 58,8 mió. kr. Hetta gevur eitt rakstraravlop á 8,5 milliónir krónur. Avsettar eru 12,9 mió. kr. til íløgur. Samlað gevur hettar eitt hall á 4,4 milliónir krónur. Afturgjald av skuld verður í 2022 umleið tríggjar milliónir krónur. Samtykt er, at afturgjald av skuld verður fíggjað við rakstraravlopi. Íløgurnar verða fíggjaðar við rakstraravlopi, tøkum peningi og lántøku á fýra milliónir krónur. Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt. Frítíðarkortið á kr. 2.000 fyri hvørt barn millum 0-18 ár verður – eins og í 2021 – eisini galdandi í 2022. Størstu í íløgurnar í 2021 vóru at gera Frítíðarskúla lidnan, útstykkingarveg á  Ólavsvegi, parkeringsøki v. m. við íbúðirnar á Kneysum/Heygsvegi, klæðing av 1958 skúlabygninginum og umbygging av Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Hesar íløgurnar verða eftir ætlan lidnar um árskiftið. Í 2022 eru avsettar: Fýra milliónir krónur. til at spreingja bakkan innan fyri MJ-saltsøluna; vinnuøki og verjugrót til Oyrahavnina Tríggjar milliónir krónur. til jarðarkeyp til íbúðar-, rað- og sethúsabygging við Høganesveg og Regnaveg 1,7 milliónir krónur til skúlan; ætlað til tónleikastovu, ventilatión í svimjihylinum, útøki og búmerki 1,9 milliónir krónur til Heygsveg Eina millión krónur til økið á Svangaskarði; ætlað til girðing, køk og málgoymslu 0,4 milliónir krónur til útøki við Barnagarðin/vøggustovuna og Frítíðarskúlan 0,5 milliónir krónur til Endurnýtsluplássið; ætlað til pressubingju v.m. 0,3 milliónir krónur til vatn-reinsiverkið 0,2 milliónir krónur til Neshamar 0,2 milliónir krónur til moldgoymsluna 0,1 milliónir krónur til gøtu úti á Nesi 0,1 milliónir krónur til Heilsumiðstøðina Annars eru avsettar smærri og størri upphæddir til rakstur av kommunalum vegum, bygningum og ognum annars. Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at vaksa. Tann 25. november 2021 búðu 1451 fólk í Nes kommunu. Sostatt er fólkavøskturin higartil í ár komin uppá 52 fólk. Bygdaráðið í Nes kommunu fer framhaldandi at leggja dent á at skapa fortreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring. Rændar milliónir fluttar til Føroya Kringvarpið kann, sum úrslit av altjóða miðlasamstarvi við millum onnur BBC, Bloomberg og Spiegel, avdúka, at rændar milliónir eru fluttar úr Kongo í føroysk feløg Um vikuskiftið kom fram í fleiri altjóða fjølmiðlum, at fyrrverandi forsetin í stóra miðafrikanska landinum Kongo hevur flutt pengar úr ríkiskassanum niður í lumman hjá sær sjálvum, vinum og skyldfólki. Ein partur av rændu pengunum vóru fluttir til Føroya í tíðarskeiðnum 2013 til 2017. Skjøl vísa, at í alt vóru 120 milliónir krónur fluttar úr Kongo til Føroya í føroysk feløg og føroyskar skipanir. Kringvarp Føroya hevur seinastu mánaðirnar verið við at kanna og nærlesa loyniskjøl úr stóra afrikanska bankanum BGFI. Felagsskapurin PPLAAF og tíðindamiðilin Mediapart fingu fatur í víðfevnda dátulekanum fyrr í ár. Talan er um størsta lekan av skjølum á afrikanska meginlandinum nakrantíð, okkurt um 3,5 mió. skjøl. Tætt altjóða samstarv millum miðlar úr fleiri enn 18 londum Fyrsta høvuðssøgan um rændu milliónirnar úr Kongo kom á breddan í altjóða miðlunum fríggjadagin. Onnur høvuðssøgan – um milliónirnar, sum vórðu fluttar til Føroya – kemur í útvarpstíðindini á middegi. Tá tey tíðindini eru søgd í útvarpinum, verður søgan úr Føroyum  eisini søgd í hinum miðlunum. Kringvarpið fer komandi dagarnar at kunngera tilfar úr drúgva kanningararbeiðinum. Tilfarið er framleitt í samstarvinum Congo Hold-Up, sum BBC Africa Eye (Bretland), Bloomberg (USA), Der Spiegel (Týskland), De Standaard (Belgia), Expresso (Portugal), InfoLibre (Spania), KvF (Føroyar), Le Soir (Belgia), L'Orient le Jour (Libanon), Mediapart (Frakland), Nacional (Kroatia), NRC (Holland), Politiken (Danmark), RCIJ (Rumenia), RFI (Frakland), The Continent (Suðurafrika), The Namibian (Namibia), The Wire (India), og VG (Norra) hava verið partur av. Jólahugni í Plantasjuni sunnudagin Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn aftur fyri sínum árliga adventstiltaki fyri alla familjuna. Hesaferð fer stuðulin til KFUK, sum í ár hevur 100 ár á baki Sum vant, verður Plantasjan í Havn pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni, har sum tiltakið er, so tað verður so hugnaligt sum møguligt. Eisini ber til at keypa sær jóladekoratiónir, tilfar til dekoratiónir og annað til hugnan og hitan, ið hoyrir adventini og jólunum til. Á tiltakinum, sum er frá klokkan 14 til 16.30, ber eisini til at keypa sær kakao, bollar, vaflur og sunkist, ið hoyra einum slíkum jólahugna til. Og somuleiðis kemur Havnar Hornorkestur at lívga løtuna við nøkrum góðum tínum, eins og jólamenninir vitja við onkrum góðum til børnini. Talan er um eitt tiltak fyri alla familjuna, samstundis sum fólk – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipa fyri – kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli. Hesaferð verður tað KFUK í Havn, sum fær ágóðan av jólahugnanum. KFUK fyllir 100 ár í ár og hevur brúk fyri eini fíggjarliga hjálpandi hond, nú ábøtur skulu gerast á KFUK-bygningin í Varðagøtu, og tað vil Lions Club fegið geva sítt íkast til. Tað er í samráð við koronu-ráðgevingina, at Lions Club Tórshavn í ár tekur uppaftur siðin við jólahugna í Plantasjuni, eftir at tiltakið í fjør var avlýst orsakað av koronu. HB gjørdi "comeback" Í gjár var fyrra umfarið í hálvfinalunum í steypakappingini avgreitt. HB gjørdi “comeback” ímóti NSÍ og Víkingur vann akkurát á B36. Tað eru einans fýra lið eftir í steypakappingini og í gjár vóru fyrru dystirnir í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið leiktir. Hálvfinalurnar vera avgreiddar við tveimum umførum, soleiðis at øll liðini spæla ein dyst á útivølli og ein á heimavølli. Tann eina hálvfinalan var millum HB og NSÍ, meðan hin hálvfinalan var millum Víking og B36. Báðir dystirnir byrjaðu kl 15. Á Tórsvølli tók HB ímóti NSÍ. Undan dystinum var HB favorittur, millum annað tí, at teir hava havt betri úrslit í landskappingini enn NSÍ. Tó er HB nú uttan stjørnuleikaran Mikkel Dahl, ið teir ikki longdu sáttmálan við aftaná landskappingin endaði. NSÍ tók HB á bóli við at leggja seg framum 1-0 og stutt eftir til 2-0. Tað vóru Aron Knudsen og Mórits Heini Mortensen, ið skoraðu málini hjá NSÍ. Hálvleikstøðan var 2-0 til útiliðið. Hóast HB fór til hálvleiks við eini ræðuligari hálvleiksstøðu, so bardu teir seg inn aftur í dystin. Fyrst var tað Hilmar Leon Jacobsen, sum í 68 minutti minkaði um munnin og í yvirtíðini skoraðu HB tað útjavnandi málið. Í yvirtíðini var eisini nær við, at HB skoraðu sigursmálið, men tað eydnaðist ikki. Undan dystinum høvdu NSÍ allarhelst verið væl nøgdir við einum javnleiki á útivølli, men aftaná eina tílíka dreymabyrjan var endaliga úrslitið snópisligt. Hin hálvfinalan var millum Víking og B36. Víkingur átti heimavøll og var tí smáfavorittur undan dystinum. Haraftrat hevur Víkingur eisini verið eyðkent sum steypakappingarliðið tey seinastu árini. Hóast lítil munur var á liðunum og tað leingi stóð á jøvnum, so megnaði Martin Klein at leggja Víking á odda í 71 minutti. Har komu ikki fleiri mál í dystinum og dysturin endaði tískil 1-0 til heimaliðið. Hetta vóru fyrru dystirnir í hálvfinalunum, so enn er einki avgjørt. Hóast hesir dystirnir kunnu geva eina ábending um, hvør verður í finaluni, so er alt opið enn. Úrslitini vóru so mikið jøvn, at enn hava øll liðini møguleikan at tryggja sær eitt pláss í finaluni. Seinna umfarið verður næsta vikuskifti. NSÍ og HB tann 27. novembur og B36 ímóti Víkingi 28. november. Kostur, rørsla og krabbamein Nú verður kannað nærri, hvussu nógv kostur og rørsluvanar ávirka vandan fyri at fáa krabbamein Sjúrður F. Olsen, sum er professari og yvirlækni á Statens Serum Institut og atknýttur Fróðskaparsetri Føroya, fer í næstum saman við øðrum at kanna neyvari, hvussu nógv matur og rørsla ávirka vandan fyri at fáa krabbamein. Krabbameinsfelagið í Danmark hevur játtað hálva millión krónur til verkætlanina, sum er eitt framhald av kanningum, sum frammanundan eru gjørdar. Í Danmark og Noregi hava granskarar í tveimum stórum vísindaligum kanningum fylgt 180.000 børnum úr móðurlívi og fram. Tey elstu børnini í kanningunum eru nú 24 ára gomul. Granskingartoymið ætlar at víðka kanningarnar við so líðandi at savna upplýsingar um kost og rørsluvanarnar hjá luttakarunum. Hetta fer at geva góða vitan um, hvussu kostur og rørsluvanar kunnu ávirka sannlíkindini fyri at fáa krabbamein. Játtanin kemur frá átakinum Knæk Cancer 2021, sum hevur yvirlit yvir stuðlaðar verkætlanir her. Kelda: Brynhild Thomsen/Fróðskaparsetur Føroya/Granskingarráðið Ógvusligar koronu mótmælisgongur í Hollandi Fleiri ógvusligar mótmælisgongur vóru í Hollandi um vikuskifti. Hetta hevði við sær, at fleiri mótmælisfólk vóru handtikin og summi vóru særd. Um vikuskiftið hava fleiri ógvusligar mótmælisgongur verið í Hollandi. Hetta hevur elvt til stórar samanstoytir millum hollendsku løgregluna og mótmælisfólkini. Tað vóru fleiri mótmælisgongur um vikuskifti kring Holland, millum annað í Haag og Rotterdam. Mótmælisfólkini eru ónøgd við nýggju koronaátøkini, ið stjórnin hevur sett í verk.  Mótmælisgongurnar byrjaðu friðarliga, men sum fráleið blivu tær ógvusligari og at enda var einki tamarhald á støðuni. Mótmælisfólk kastaðu við steinum og skutu fýrverk eftir hollendsku løgregluni. Sambært NOS, hollendskur tíðindamiðil, vóru fimm løgreglufólk særd og 28 mótmælisfólk handtikin í gjár, í samband við mótmælisrørsluna í Haag. Myndugleikarnir í Haag hava boða frá, at býurin er í undantaksstøðu. Fríggjakvøldið handtók løgreglan 50 persónar í samband við eina koronamótmælisgongu í Rotterdam. Í somu mótmælisgonguni kendi løgreglan seg noyddan at skjóta eftir mótmælisfólkunum. Trý mótmælisfólk vóru rakt og eru innløgd við skotsárum. Her eru nøkur av nýggju koronaátøkunum hjá hollendsku stjórnini: -Barir, matstovur og stórir handlar við gerandisvørum sleppa at hava opið til kl 20. Aðrir handlar sleppa at hava opið til kl 18. -Munnbind eru krav í handlum, bussum og tokum. -Um man skal út at eta, í biograf ella onnur líknandi tiltøk, so skal man vísa koronapass. -Mælt verður til, at man arbeiðir so nógv heima sum gjørligt. -Tað er einans loyvt at hava vitjan av fýra fólkum, ið eru yvir 13 ár. Í Eysturríki er eisini stórt ónøgdsemi Eins og í Hollandi, so hava tað eisini verið stórar mótmælisgongur at sæð í Eysturríki um vikuskiftið. Mótmælisfólkini eru ónøgd við nýggju átøkini. Tó er tað serliga nýggjasta koppsetingarkravið, ið Alexander Schallenberg, kanslari, fer at seta í gildi í februar 2022, ið hevur vakt øði í eysturríkska fólki. Nýggjastu átøkini verða sett í verk orsaka tí vaksandi talinum av smittutilburðum. Í fylgi bretska miðlinum The Guardian, so vóru áleið 35.000 fólk og mótmæltu í høvuðsstaðnum Wien. Talið av ónøgdum í samband við korona er høgt. Fleiri eru atfinningarsom mótvegis koppseting og einans 66 prosent av fólkinum eru liðug koppsett. Samanborið við Føroyar, so eru Føroyar væl frammanfyri á tí økinum. Tað eru 86,7 prosent føroyingum yvir 12 ár, ið hava fingið seinna prikið. HB-venjarin undan hálvfinaluni: – Tú skalt vinna dystir sum hesar Í dag tekur HB móti NSÍ í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. HB-venjarin Kevin Schindler er ikki bangin fyri at taka favorittleiklutin á seg – Vit vunnu 4-0 á NSÍ fyri nøkrum vikum síðani, og vit endaðu eisini frammanfyri teir í deildini. Tí haldi eg, at vit eru favorittar, sigur 33-ára gamli Kevin Schindler fyri dimma.fo undan fyrru hálvfinaluni, sum verður spæld á Tórsvølli í dag klokkan 15.   Men HB-venjarin ávarar samstundis og nevnir eitt dømi úr Týsklandi. – Alt kann henda í einari steypakapping. Tað sóu vit í Týsklandi fyri nøkrum vikum síðani, tá Bayern München tapti 0-5 fyri Mönchengladbach í týsku steypakappingini. Men Kevin Schindler er avgjørdur undan báðum dystinum móti NSÍ. – Tú skalt vinna dystir sum hesar. Vit mugu vera klókir, sigur hann. Kevin Schindler gjørdist høvuðsvenjari í HB, eftir at Jonas Dal varð koyrdur í juni. Týski venjarin megnaði at føra liðið frá einum fimta plássi og upp til annað plássið í Betri Deildini. HB gjørdist eisini einasta liðið, ið megnaði at vinna á KÍ í hesum kappingarárinum. Góða gongdin seinastu tíðina skal nú krúnast við einum steypi. Megnar HB at vinna seg í finaluna, so kann finalan gerast ein grannadystur móti teimum hvítu úr Havn – megnar B36 samanlagt at vinna á Víkingi í hinari hálvfinaluni. – Ein finala móti B36 hevði verið eitt stórt upplivilsi. Tórsvøllur riggar væl til tílíkar dystir, og tað hevði verið stórur spenningur um dystin kring allan býin, sigur Kevin Schindler undan fyrra hálvfinaludystinum móti NSÍ í dag. Váttað: Solskjær fingið sparkið Ole Gunnar Solskjær hevur nú fingið fótin í Manchester United. Tað váttar felagið á heimasíðu sínari. Manchester United-leiðslan hevði kreppufund eftir pínliga 4-1 tapinum fyri Watford í gjár, og nú er tað alment, at Ole Gunnar ikki longur stendur við róðrið hjá Djevlunum Í gjár vóru fleiri oddadystir leiktir í Premier League, millum annað tóku Liverpool ímóti Arsenal og Chelsea tóku ímóti Leicester. Tó er tað dysturin millum størfelagið Manchester United og botnliðið Watford, sum fótbóltsheimurin í dag prátar um. Dysturin endaði 4-1 til Watford, ið fyri stuttum fingu nýggjan venjara, orsaka av vánaligum úrslitum. Skammiliga úrslitið hjá United ber við sær, at fleiri fótbóltsviðmerkjarar meta, at Ole Gunnar Solskjær, venjarin, fær sparkið. Í fylgi bretska tíðindablaðnum, The Guardian, so varð nevndin kallað saman til ein eykafund í gjárkvøldið. Sambært The Guardian, so var niðurstøðan á fundinum, at Solskjær ikki sleppur at halda á fram. Nú váttar Manchester United eisini alment frá á egnari heimasíðu, at Solskjær ikki longur er venjari í felagnum. Eisini Twitter-kontoin hjá United skrivar tað. Tað var lagt upp til ein tryggan sigur til United, tá teir í gjár skuldu vitja botnliðið Watford, men tað bleiv av ongum. Tá 28 minuttir vóru leiktir tók Watford leiðsluna, og tá farið var til hálvleiks var støðan 2-0 til heimaliðið. Beint eftir steðgin svaraði United aftur. Tað var hollendski Van De Beek, sum skoraði. Van De Beek hevur higartil havt øgiliga avmarkaða leiktíð í hesum kappingarárinum. Stutt eftir, at United skoraðu fekk Harry Maguire, liðskiparin, seinna gula korti og varð harvið vístur av vøllinum. Hóast seinni hálvleikur var frægari enn hin fyrri hjá United, so eydnaðist tað teimum ikki at skora fleiri mál. Hinvegin øktu Watford um leiðsluna í yvirtíðini, fyrst til 3-1 og síðan til 4-1. Aftaná dystin bað Solskjær viðhaldsfólkinum um umbering. Í samrøðu við Sky Sport eftir dystin, vísti venjarin á, at innsatsurin var alt ov vánaligur, serliga í fyrra hálvleiki. Eisini trúfasti United málmaðurin United, De Gea, segði í samrøðu við Sky Sport eftir dystin, at fyrri hálvleikur varð pínligur fyri United liðið. Eftir pínliga úrslitið hjá United í gjár, væntað fleiri fótbóltsviðmerkjarar, at Solskjær verður koyrdur. Trýsti á United venjaranum hevur leingi verður stórt. Tí hóast tapið í gjár var skammiligt, so er hetta ikki fyrsta úrslitið av hesum slag hjá United í ár. Fyri áleið einum mánað síðan taptu teir 5-0 á heimavølli ímóti Liverpool, og tá væntaðu flestu fótbóltsáhugaði, at Solskjær, venjarin, fór at fáa sekkin, men United gjørdu einki. United hava einans vunnið ein dyst síðan stóra tapið ímóti Liverpooli í oktobur. Í bretsku miðlunum verður nú prátað um, hvør skal taka yvir eftir Ole Gunnar Solskjær. Eitt navn, ið javnan verður sett í samband við venjarastarvið, er fyrrverandi Real Madrid leikarin og venjarin Zinedine Zidane. Hann hevur fingið góð úrslit sum venjari, millum annað vann hann Champions League trý ár á rað við Real Madrid. Í hesum tíðarskeiði leikti Ronaldo við Real Madrid og harvið undir Zidane. Tískil kann tað vera spennandi, um teir aftur vera á sama liðið. United hava nógvar truplar dystir fyri framman. Tríggir teir næstu dystirnir eru ímóti Villareal, Chelsea og Arsenal. Spennandi verður at síggja, hvør venjari verður at síggja á odda til tað tí. Fylg við í Landsinnsavningini beinleiðis á Rás1 og á tv.fo í kvøld Í kvøld verður árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, har fólk og fyritøkur í felag savna pening inn til at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin Landsinnsavningin 2021 verður send beinleiðis úr Løkshøll, og kann síggjast á sjónvarsrásini Rás1, sum øll húsarhald í Føroyum hava ókeypis atgongd til. Tað einasta, ið krevst, er antenna, kaðal, satelitt ella televarpsboks. Eisini kunnu øll hyggja eftir Landsinnsavningini á heimasíðuni hjá Televarpinum: www.tv.fo  Á skránni verða áhugaverd innsløg, rørandi samrøður, kappingar, uppboðssøla av landsliðstroyggjuni hjá Klæmint Andrasson Olsen og live tónleikaframførslur frá eitt nú Gretu, Týr, Leu Kampman og Robert McBernie. Les meir um Landsinnsavningina, og um hvussu tú kanst stuðla, á www.redcross.fo/landsinnsavningin2021/ Tiltakið byrjar klokkan 19. Heilsumyndugleikarnir í Norra stúrin um ókoppsettar kvinnur sum bera barn undir belti Alt fleiri ókoppsettar kvinnur, ið bera barn undir belti, eru innlagdar til viðgerð fyri koronu. Heilsumyndugleikarnir í Norra eru stúrin yvir støðuna og mæla øðrum kvinnum, sum eru upp á vegin, at lata seg koppseta Heilsumyndugleikarnir í Norra síggja ein tendens, har alt fleiri ókoppsettar kvinnur, ið eru upp á vegin, eru innlagdar til viðgerð fyri koronu. Tað upplýsir heimasíðan hjá NRK. Hvussu nógvar kvinnur talan er um, verður ikki upplýst, men sambært heimasíðuni, so vóru allar tær kvinnur, sum vórðu upp á vegin og máttu fáa viðgerð fyri koronu, ikki koppsettar. Ingvil Krarup Sörby, yvirlækni á norska Ríkissjúkrahúsinum, mælir øllum kvinnum, sum eru upp á vegin, um at lata seg koppseta fyri koronu. Í samrøðu við NRK sigur hon, at fleiri av teimum innløgdu liggja á intensivu deild – og enntá eisini í respirator. Tá koronufarsóttin byrjaði, var komið fram til, at kvinnur, sum eru upp á vegin, eru í vandabólkinum. Men tað er ikki fyrr enn í august í ár, at norsku heilsumyndugleikarnir mæltu kvinnum, sum bóru barn undir belti, um at lata seg koppseta. Sörby sigur, at hon skilir, at kvinnur, ið eru upp á vegin, eru í iva og lata teirra hugskygni stýra. Men hugskygni er ikki altíð tað rætta, og sambært upplýsingar frá øðrum londum – saman við tendensinum í Norra – so heldur hon, at tað er best fyri ófødda barnið og fyri kvinnurnar at blíva koppsettar. Bill vil gera arbeiðið ordiliga liðugt Fyri Bill McLeod Jacobsen hevur tað nógv at siga, at hann kann leiða NSÍ í finaluna um Løgmanssteypið, og málið er heilt greitt, at steypið skal vinnast til Runavíkar – Tað er altíð torført at taka við eftir ein annan venjara, men eg haldi, at vit hava gjørt tað gott, og nú manglar bara at seta krúnuna á verkið, og vinna Løgmanssteypið. Soleiðis sigur Bill McLeod Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF, undan fyrru hálvfinaluni móti HB, sum verður spæld í Havn sunnudagin klokkan 15. Í landskappingini gjørdist NSÍ nummar fýra, og hevur harvið tryggjað sær evropeiska luttøku komandi ár, um so verður, at HB ella Víkingur vinna steypakappingina. Men fyri tey í Runavík er tað heilt greitt eitt mál, at NSÍ skal vinna kappingina um Løgmanssteypið, og soleiðis gera arbeiðið ordiliga liðugt. – Ja, vit ynskja sjálvandi at vinna, og tað er heilt greitt tað, sum vit fara eftir. Men HB hevur góðar steypatraditiónir, so tað verður ikki lætt. Vit mugu veruliga vera klárir og skulu hugsavna okkum 100 prosent um uppgávuna, so ber tað væl til, og vit hava eisini liðið til tað, sigur Bill McLeod Jacobsen. Í hinari hálvfinaluni møtast Víkingur og B36. Fyrri dysturin verður í Sarpugerði í Norðragøtu sunnudagin klokkan 15. Seinnu hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 27. og sunnudagin 28. november. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 4. desember klokkan 16. Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo Stjórin í Twitter farin frá Jack Dorsey, sum setti Twitter á stovn í 2006, er farin frá sum stjóri, og hevur latið felagið upp í hendurnar hjá tekniska stjóranum. Stjórin í Twitter, Jack Dorsey, hevur boðað frá, at hann er farin frá sum stjóri í Twitter. Boðini komu í einum telduposti gjáramorgunin, sum hann eisini legði út á Twitter. - Eg veit ikki, um nakar hevur fingið tað við, men eg eri farin frá í Twitter, byrjaði Jack Dorsey teldupostin. Jack Dorsey boðaði samstundis frá, at tekniski stjórin í felagnum, Parag Agrawal, tekur við sum stjóri. Tað var Jack Dorsey, sum stovnaði Twitter í 2006, og hevur havt ymsar leiklutir í felagnum, millum annað at vera stjóri í tveimum umførum. Nú er hann so farin frá, og hann hevur eisini gjørt greitt, at tá núverandi tíðarskeið í nevndini er runnið, fer hann eisini úr nevndini. Jack Dorsey legði aftrat, at hann helt, at tað var týdningarmikið, at Parag Agrawal fekk frælsið at leiða felagið ta leið, ið hann ætlaði sær, og at hann hevði fult álit á, at hann fór at vera ein góður stjóri. Seinastu árini hava verið umstrídd fyri sosiala miðilin, og Dorsey og hini í Twitter hava verið fyri nógvum atfinningum, bæði fyri at vera ov hørð við leiðreglunum og fyri at vera ov lin. Jack Dorsey valdi í januar at banna Donald Trump, fyrrverandi forseta, frá Twitter, eftir at Trump úttalaði seg jaliga um fólkamongdina, ið tók seg inn í US Capitol, har bæði umboðsmannatingið og senatið heldur til. Dorsey gjørdi tá greitt, at Trump hevði fingið fleiri ávaringar um ikki at misnýta Twitter. Løgmanssteypið: Vilja hava steypið aftur í Sarpugerð Sunnudagin eru fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Fyri Sølva Vatnhamar hjá Víkingi er málið heilt greitt, at steypakappingin skal vinnast – Til øll tey sum halda, at árið er bjargað, bara tí vit vunnu bronsu í landskappingini, mugu trúgva umaftur. Vit ætla okkum heilt greitt at vinna steypakappingina, og endaspurturin byrjar sunnudagin, sigur miðvallarin hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar. Síðst í oktober endaði landskappingin hjá monnum, og sum flestu kunnugt, so fór KÍ avstað við meistaraheitinum. Men framvegis eru fýra lið, ið dystast um Løgmanssteypið, og í morgin, sunnudagin, eru fyrru hálvfinalurnar á skránni. Í Sarpugerði í Norðragøtu spæla Víkingur og B36, og í Havn fær HB vitjan av NSÍ. Báðir dystirnar byrja klokkan 15. Eftir ætlan skuldi dysturin millum Víking og B36 spælast í dag, leygardagin, men vegna keðiliga veðurforsøgn, bleiv dystur útsettur. – Í B36 eru tey uttan iva ikki nøgd við 5. plássið í landskappingini, og tí vænti eg tvær sera torførar hálvfinalur. Men teir skulu bestemt ikki fáa nakað forerandi. Eg havi spælt átta finalur, og tá man fyrst hevur roynt tað einaferð, so vil man gera nógv, fyri at koma í finaluna aftur. Tað er størsti dystur á árinum, sigur Sølvi Vatnhamar við heimasíðuna hjá FSF. Seinnu hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 27. og sunnudagin 28. november. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 4. desember klokkan 16. Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo Møguliga nýtt rossaslag í Íslandi Eitt heldur sjálsamt fyribrigdi í hestaheiminum í Íslandi skal nú kannast nærri, tí eitt møguligt nýtt rossaslag er funnið í Skaftárhreppur kommunu í sunnari parti av Íslandi Í hesum døgum verða nøkur ross kannað í Skaftárhreppur kommunu, fyri at vita um íleguhópurin er øðrvísi hjá hesum rossaslag enn hjá restini av íslendska hestastovninum. Tað skrivar íslendski miðilin Vísir. Hesi rossini hava livið avbyrgd tey seinastu 60 árini. Tey hava ongantíð verið í rossafjósi, hógvarnir eru ongantíð blivnir kliptir og tenninar eru heldur ongantíð bustaðar. Rossini eru ógviliga væl fyri kropsliga, men eru nakað smærri enn onnur íslendsk ross. Rossini eru nú flutt til ein garð í Holt, har serfrøðingar nú taka ymsar royndir, so tað kann staðfestast, um hetta veruliga er eitt annað rossaslag. Sambært ein av serfrøðingunum, Óðinn Örn Jóhannsson, eru rossini í góðum fysiskum standi, hóast rossini eru smá. Hann sigur, at tað er munandi munur millum hesin rossini og hini íslendsku rossini. – Hesi síggja út til at vera eitt heilt annað rossaslag, sigur hann við miðilin. Eigarin av garðinum, Kristin Guðnason, sigur, at hann ongantíð hevur sæð tílík ross áður. – Hesi rossini eru ótrúliga lítil, og at síggja til er ikki nógv avkom, sigur hann og leggur afturat: –Rossini eru vinalig og tað sær út til, at hesi rossini eru góð til at tilpassa seg nýggj umhvørvi, sigur Kristin Guðnason við Vísir. 28 ítøkilig tilmæli løgd fram um átøk um vøkstur innan kunningar- og samskiftistøkni Fimti fundurin hjá Vakstrarforum hevur júst verið, har kunningar- og samskiftisbólkurin (KST) vísti á, at møguleikarnir hjá føroyska samfelagnum at vaksa gjøgnum átøk innan kunningar- og samskiftistøkni eru bæði stórir og fjølbroyttir Møguleikarnir hjá føroyska samfelagnum at vaksa gjøgnum átøk innan kunningar- og samskiftistøkni eru bæði stórir og fjølbroyttir. Hetta var greiða niðurstøðan á fimta fundinum hjá Vakstrarforum, tá ið kunningar- og samskiftisbólkurin (KST) legði fram sína frágreiðing fyri Vakstrarforum. Í frágreiðingini leggur bólkurin fram 28 ítøkilig tilmæli innan KST menning, sum kunnu vera eitt íkast til burðardyggan vøkstur í Føroyum. Tað skrivar heimasíðan hjá Løgmansskrivstovuni - tó uttan at nevna hvørji 28 ítøkilig tilmæli talan er um. Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, og formaður í bólkinum, vísti millum annað á, at størsta avbjóðingin í løtuni er, at vit mangla útbúgvin KT-fólk í Føroyum. Løgmaður takkaði bólkinum fyri eitt gott arbeiði. – Eingin ivi er um, at vøkstur og menning innan kunningar- og samskiftistøkni, fara at verða við til at loysa nógvar av teimum avbjóðingum, sum vit møta í framtíðini. Til dømis í mun til grøna skiftið og avbjóðingar á eldraøkinum og øðrum vælferðartænastum. Samstundis er útflutningur av KST-vørum og tænastum ein upplagdur møguleiki hjá einum fjarskotnum samfelag sum okkara, segði løgmaður Bárður á Steig Nielsen eftir framløguna. Í KST-bólkinum sita Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni (formaður), Ulla Joensen, stjóri á Elektron, Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, Annika Mittún Jacobsen, deildarstjóri á ATP, Jákup Lamhauge, strategiskur stjóri á GlobeTracker og Oyvindur av Skarði, fulltrúi í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum (skrivari). Kundu havt KT-fyritøkur í Bakkafrost-klassanum í Føroyum Í samrøðu við Dimmalætting fyri einum mánað síðani, segði stjórin í KT-fyritøkuni FarPay, at Føroyar eiga nógv góð KT-talent, men avbjóðingin hevur altíð verið at fingið nóg mikið av útbúnum KT-fólkum at nøkta tørvin og vera við at menna møguleikarnar fyri einari enn størri KT-vinnu í Føroyum. – Vit kundu havt KT-fyritøkur í Bakkafrost-klassanum í Føroyum, um tað er ella hevði verið politiskur vilji, fyri at seta fleiri KT-útbúgvingar á stovn í Føroyum, sigur Sámal Samuelsen. Hann vísti tá á, at Føroyar áttu at havt verið við heilt frá byrjan. Tað hevði heilt víst skapt nógv størri virðir fyri Føroyar, um fleiri føroyingar kundu tikið eina KT-útbúgving í Føroyum, heldur enn at føroyska samfelagið millum annað stuðlar útlendskum reiðaríðum við føroyskt útbúnum skiparum og maskinmeistarum, heldur stjórin í FarPay. Tí gleðir tað stjóran í FarPay, at landsins myndugleikar nú so smátt eru vaknaðir og hava sett sær fyri at seta fleiri KT-útbúgvingar á skrá. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2022 verður játtanin til Fróðskaparsetur Føroya uppraðfest og hækkað við sjey milliónum krónum. Økta játtanin til Setrið skal nýtast til at fyrireika og seta á stovn útbúgvingina Master í Dátuvísindum. Ætlandi byrja fyrstu masterlesandi í Dátuvísind í seinasta lagi 2023. Tríggir nýggir arbeiðsbólkar farnir til verka Vakstrarforum brúkti eisini fundin til at sjóseta arbeiðið við trimum øðrum vakstrarøkjum. Ferðavinnubólkurin, við Annleyg Lamhauge frá Visit Faroe Islands á odda, fer at lýsa møguleikar fyri burðardyggum vøkstri innan ferðavinnuna. Veitaravinnubólkurin, har Esther Dahl er forkvinna, fer at hyggja at møguleikum fyri vøkstri innan maritimar veitaravinnur. Útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarbólkurin, við Ingibjørg Berg sum forkvinnu, fer at hyggja nærri at teimum førleikum, sum framtíðararbeiðsmarknaðurin og vælferðarsamfelagið fara at hava brúk fyri. Allir arbeiðsbólkarnir verða lidnir við arbeiði fyrst í komandi ári. Næsti fundur í Vakstrarforum verður í januar. Brandur Hendriksson Olsen: – Eg njóti hvønn minutt Landsdysturin móti Ísrael var dystur nummar 50 fyri Brand Hendriksson Olsen, sum fekk sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum á Windsor Park í Belfast fyri sjey árum síðani HM-undankappingin hjá A-landsliðnnum við monnum er av á hesum sinni. Seinasti dysturin varð spældur á Nethanya Stadion í Ísrael, sum ísraelar vunnu tepurt 3-2. Føroyar endaðu harvið nummar fimm í bólkinum við fýra stigum, og einum málmuni upp á 7-23. Men hóast tap, so gjørdist talan um ein søguligan dyst fyri Brandur Hendriksson Olsen. Hetta var nevniliga 50. ferð at skálvíkingurin umboðaði Føroyar í altjóða skrásettum A-landsdysti. – Eg elski at spæla á landsliðnum, og tað er líka stórt hvørjaferð – einki undantak. Hetta er eisini tað størsta, sum vit fótbóltsspælarar kunnu røkka, og eg njóti hvønn minutt á landsliðnum, sigur Brandur Hendriksson Olsen við heimasíðuna hjá FSF. Tað var annars eitt drúgt tíðarskeið, har Brandur, orsaka av skaða ikki var tøkur til landsdystir, og í 2017 kom hann ongantíð á vøllin fyri Føroyar. – Frá á heysti í 2016 til á vári í 2018 spældi eg ongan landsdyst, og hetta tíðarskeiðið fór eg at ivast í, um eg nakrantíð fór at fáa møguleikan aftur. Men Lars Olsen trúði upp á meg, og tað, at hann vísti mær álit, er ein av orsøkunum til, at eg eri komin so væl fyri meg aftur, fortelur Brandur, sum í sínum 50 landsdystum hevur skorað seks mál. Næst á skránni hjá A-landsliðnum er UEFA Nations League komandi ár. Fýra dystir verða spældir í juni, og síðan tveir í september. Hesaferð vera Føroyar í deild C saman við: Turkalandi, Slovakia, Bulgaria, Norðurírlandi (styrkisbólkur 1), Grikkalandi, Hvítarusslandi, Luksemborg, Norðurmakedónia (styrkisbólkur 2), Litava, Georgia, Aserbadjan, Kosovo (styrkisbólkur 3), Kasakstan/Moldova, Kýpros/Estland og Gibraltar (styrkisbólkur 4). Lutakastið til UEFA Nations League 2022/2023 verður avgreitt 16. desember. Føroyar koma í bólk saman við einum landi úr hvørjum styrkisbólki. – Vónandi koma vit í ein bólk við nøkrum spennandi londum. Men sum eg skilji, so er meginpartin av londunum eysturevropeisk, og tað passar ofta illa til okkara spælistíl. Men málið til hvønn dyst er at vinna, og tað fara vit sjálvandi eftir, sjálvt um tað er ringt, sigur Brandur Hendriksson Olsen at enda. NavnBrandur Hendriksson Olsen Føddur19. desember 1995 í Skálavík FeløgB71 (2011)FC Keypmannahavn (2012-2016)Vendsyssel FF (2016)Randers FC (2017-2018)FH Hafnarfjørður (2018-2019)Helsingborg IF (2020-) LandsdystirA: 50U21: 4U19: 6U17: 10 Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo Klumman: Høvdingar hittast Ógvisligur torusláttur fekk okkum nýliga úr songini mitt á nátt, og málið í Parkini fekk okkum úr stólinum seinasta vikuskifti, men PORTRETTIÐ hjá Jóanes Nielsen á Tjóðpallinum fekk okkum ikki úr sessinum. Vit sótu sum negld Ógvisligur torusláttur fekk okkum nýliga úr songini mitt á nátt, og málið í Parkini fekk okkum úr stólinum seinasta vikuskifti, men PORTRETTIÐ hjá Jóanes Nielsen á Tjóðpallinum fekk okkum ikki úr sessinum. Vit sótu sum negld. Vit trongdu til nakað veruliga vilt eftir sóttarhald, sjúku, tilmæli, og koronapass, og tað fingu vit. Vit tilkomnu kenna teir allar: Jógvan Frederik Kjølbro (1887-1967), Viktor Danielsen (1894-1961) og Sámal Elias Joensen Mikines (1906-1979). Læknastríðið í Klaksvík (1953-1955), sum øll í Norðoyggjum hava roynt at gloyma og tiga burtur, fær eina endurføðing við PORTRETTINUM. Fræga skald okkara, Jóanes Nielsen, hevði longu um aldarskiftið skrivað uppskot til sjónleik um hendingina. Fór til Klaksvíkar í 2015 at luttaka í framløguni hjá Líggjasi í Bø um Klaksvíksstríðið. Jóanes, ið vanliga nevnir seg sosialist, hugsaði sum so mong, at læknastríðið var eitt stættarstríð, har fjøldin reisti seg ímóti Kjølbro. Men nú hoyrir hann Tormóð Djurhuus siga frá, at stórur munur var á ungdóminum í Klaksvík tá. Teir sum hoyrdu til kirkjuna gingu í biograf, dans og spældu fótbólt. Hetta var ikki loyvt baptistabørnum, tí var læknastríðið teirra tjansur at gera nakað annað. Nýliga frættu vit eisini, hvør ein teirra var, ið gjørdi bumbur. Men (sambært samrøðu í Nón) dámdi Jóanesi lítið arrogansuna hjá Tormóði, og nú fór hann at gera goymda handritið liðugt. Og tað er Jóanes komin væl frá saman við instruktørinum Guðjón Pedersen og pallsmiðinum Edward Fuglø og nøkrum av frægastu sjónleikarum okkara. Leikurin byrjar í atelierinum hjá Mikinesi. Árið er 1979, tá hann býr á psykiatriskum røktarheimi í Danmark. Um hetta mundið eru bæði Kjølbro og Viktor Danielsen deyðir. Alt er fiktón og alt er vent á høvdið. Mikines hevur beinagrindina av teimum hjá sær í hvør sínari kistu. Greitt er, at hetta er púra absurd teatur. Eisini kemur illimaður sjálvur – sum er ein kvinna – og lokkar Viktor og Mikines aftur um mánan.  Frumframførslan var dagin eftir 200 ára føðingardag Fjodor Dostojevskijs, sum verður hildin at vera heimsins mætasta skald. Í sínum frálíku persónlýsingum letur hann tey, ið umrødd vera, bersøgin lýsa seg sjálvi og ikki sum perfekt menniskju. Danska Kristiliga Dagblaðið letur í 200 ára minnisriti Dostojevskij siga," Kristindómurin er einasta vón menniskjunar". Jóanes hevur ikki fjalt, at hann fær íblástur frá Dostojevskij. Í hesum høpi er Læknastríð saman við tí ónda, tí góða og tí andaliga ein góð søga. Í seinnu akt eru vit inni hjá Kjølbro í Klaksvík í 1955. Kjølbro bíðar eftir, at Viktor skal koma á gátt. Men Mikines kemur óvæntað fyrst, tí hann er biðin at mála portrett av Kjølbro. Kjølbro ger beinanveg greitt, at illa stendur til. Kríggj er í bygdini. Kvinnur og børn eru rýmd, og krígsskip er á veg til Klaksvíkar. "Tí er hetta ikki løtan at mála." "Var tað ikki tú, ið sendi boð eftir krígsskipinum?" Kjølbro svarar ikki, men seinni sigur hann, hvussu ræðuliga hann angraði brævið til ríkisumboðsmannin um at fáa løgreglu til Klaksvíkar at fáa skil á.  Umframt fjølbroyttar gávur og avrik rúmaðu hesir høvdingar miklar andaligar førleikar. Mikines var longu átta ára gamal forsangari til jarðarferðir. Hóast hetta vita vit, sum kendu hann, at hann hevði stikni til prestar. Kjølbro, sum eisini hevði mikla rødd var forsangari í Klaksvíkar kirkju og stundum avloysti hann bæði sum klokkari og deknur. Um 1920 gjørdist hann limur í Brøðrasamkomuni. Sama árið fer sluppin Kristina við 16 monnum á Suðurlandinum, sum hann hjartanemandi sigur frá við Mikinesi í føvninginum.  Menniskju eru samansett. Mikines sigur søgur við málingapenslinum og Viktor Danielsen og Kjølbro hava drúgvar royndir í at siga frá av prædikustóli. Óeydna hevur verið partur av lívinum hjá øllum. Viktor misti mammuna, tá hann var viku gamal og misti týdningarmesta skeiðið av smábarnaárunum saman við mammuni og hevði ringa heilsu. Hugsa vit um orðing hansara í síni tíð á útimøti í Vestmanna: "Vit standa millum hvíta og svarta Helviti (kirkjuna og dansistovuna)", so var Viktor ikki bara mildur. Mikines er sjúkur við fleiri diagnosum og Kjølbro kennir seg illa viðfarnan av kommunu og bygdamonnum.  Sorgarsøgan um 45 ára gamla kommandørkapteinin saman við øllum hinum kundi borið boð um, at hetta var eina mest ein tragedia, men haldi ikki, tað er setningurin.  Har eru so óvanliga nógvar replikkir og myndir í stutta tíð. Besta senan er, tá teir nærkast hvør øðrum mentalt, og verða so tættir, sum til ber og við miklum áliti líða á Viktor, sum sigur frá.  Áðrenn ljósið slóknar hava allir eisini hugt inneftir og ásannað, at okkurt kundi teir sjálvir gjørt betur. Men har hendi ómetaliga nógv annað, sum ger, at annaðhvørt má eg hyggja einaferð aftrat ella ogna mær handritið at lesa til tess at fáa alt við. Tíverri rúmar klumman ikki meira. Men vissuliga er PORTRETTIÐ eina messu vert! Tilmælið handað landsstýrismanninum Tilmælið um ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum og útbúgving handað Arbeiðsbólkurin, sum í vár varð settur at koma við boðum uppá átøk, ið kunnu bøta um sannlíkindi fyri at ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, megna at fullføra miðnám, hevur handað landsstýrismanninum tilmæli. Arbeiðið hjá bólkinum fevnir um skúlaøkið, heilsuøkið og almannaøkið. Arbeiðið hjá bólkinum byggir á undanfarna arbeiði á økinum. Málbólkurin hjá hesum arbeiðsbólkinum eru tey ungu, sum lúka vanligu treytirnar fyri upptøku á miðnámi, og sum megna, við hjálp frá ymsu stuðulskipanunum, at fáa eitt vanligt miðnámsskúlaprógv. Arbeiðsbólkurin er komin fram til, at vit hava nógvar skilagóðar skipanir, ið royna at hjálpa teimum ungu við at nema sær eina útbúgving. Vit hava fleiri skipanir, ið virka væl fyri heildina, men tó eru tað nøkur, ið hóast tilboð, ikki megna at gjøgnumføra eina yrkisrættaða ella gymnasiala miðnámsútbúgving. Avbjóðingin sær ikki út til at vera manglandi skipanir, men meira tað, at skipanirnar ikki hanga nóg væl saman. Lógarverkið er ongin forðing, men heldur er talan um manglandi kunnleika, mannagongdir, vegleiðingar og samskipan bæði innan einstaka geiran og tvørtur um geirarnar. Arbeiðsbólkurin sær sálarligar og sosialar avbjóðingar sum eina samansetta uppgávu. Bólkurin hevur tað fatan, at vit eiga at streingja á, at fáa tær skipanir, sum longu finnast, at virka greidliga og smidliga. Tí fevnir tilmælið ikki um nýggjar skipanir, men er í størri mun grundað á tillagingar. Átøkini í tilmælinum fevna um at dagføra og eftirmeta verandi skipanir bæði innan og uttanfyri skúlaverkið. Bólkurin metir, at tað er umráðandi, at øll ráðini, t.v.s. Uttanríkis- og mentamálaráðið, Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið samstarva og finna ein leist, har avbjóðingar verða lyftir í felag. Arbeiðsbólkurin hevur sett orð á sekstan átøk, sum skulu betra um sannlíkindi fyri at hesi ungu fáa eina betri sálarliga heilsu og megna at gjøgnumføra eina miðnámsútbúgving. Í tilmælinum verður m.a. mælt til at: fyriskipa eina fakliga ráðstevnu, skipað støðugar trivnaðarkanningar, seta eina mentorskipan í verk, tillaga lestrarstuðulin til fyrireikingarbreytina (FB) og at seta tveir arbeiðsbólkar; ein at at nágreina leiklutir, uppgávuábyrgd og markamót hjá lestrarvegleiðingini, toymisskipanini, Sernámi og mentorskipan og ein arbeiðsbólk at greina og gera ítøkilig uppskot til at umskipa fyrireikingarbreytina (FB). Sí tilmælið hjá arbeiðsbólkinum her. Í arbeiðsbólkinum eru: Kamala Harris fær forsetavaldið í eina løtu Kamala Harris verður fyrsta kvinna, ið fær forsetavaldið í USA, tá Joe Biden í dag fer undir narkosu eina løtu í sambandi við læknakanning. Kamala Harris verður fyrsta kvinna, ið fær forsetavaldið í USA, nú Joe Biden, forseti í USA, fer at lata valdið til hennara fyibils, meðan hann fer undir narkosu. Joe Biden skal í dag undir narkosu í eina løtu í sambandi við eina kolonoskopi, og meðan Biden er uttan vit, letur hann valdið til varaforsetan, Kamalu Harris. Við valdinum fylgir ábyrgdin fyri amerikanska herinum og amerikansku kjarnorkuvápnunum. Samskiftisstjórin í Hvítu Húsunum, Jen Psaki, hevur boðað frá, at Kamala Harris fer at arbeiða úr sínum kontóri í ”West Wing” í Hvítu Húsunum, sigur BBC. Sambært BBC er talan um fyrstu læknakanning, sum Joe Biden hevur havt sum forseti. Joe Biden fyllir 79 ár í morgin. Øll eldri enn 18 ár fáa triðja prik Tíðarskeiðið ímillum aðru og triðu koppseting verður stytt við tveimum vikum, og øll, sum eru fevnd av COVID-19-koppsetingarkunngerðini, og sum eru fylt 18 ár, fáa nú boðið triðu koppsetingina Nú fara allir føroyingar, sum eru eldri enn 18 ár, og sum eru fevndir av kunngerðini um ókeypis koppseting fyri COVID-19, at kunna lata seg koppseta fyri triðu ferð. Treytin er, at tað í minsta lagi eru gingnir seks mánaðir síðan aðru koppseting. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur góðkent eitt tilmæli hjá koppsetingarbólkinum um hetta. Av tøkniligum orsøkum mugu tey, ið skulu hava triðja prikið, í fyrstu syftu brúka tilboðini um støkk-inn-koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum. Støkk-inn-tíðirnar kunnu síggjast á www.korona.fo. Í næstum fer tó eisini at bera til at bíleggja tíð til triðu koppseting. Tíðliga í oktober fingu fólk í ávísum vandabólkum tilboð um at lata seg koppseta triðu ferð fyri COVID-19, og seinni í oktober bleiv tilboðið víðkað til at umfata øll eldri enn 65 ár, starvsfólk á heilsu-, almanna- og eldraøkinum og øll fólk, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, fáa tey koronu. Nú eru so allar tær avmarkingarnar tiknar burtur fyri øll fólk, ið hava fylt 18 ár. Higartil hevur triðja koppsetingin verið treytað av, at tað í minsta lagi er gingið seks mánaðir og tvær vikur síðan aðru koppseting. Hetta tíðarskeiðið verður nú stytt við tveimum vikum, so tað nú í minsta lagi skulu ganga seks mánaðir ímillum annað og triðja prik. Tó at tíðarskeiðið ímillum prikini er eitt sindur stytt,  merkir tað, at nógv tey flestu mugu bíða til næsta ár at fáa triðja prikið, tí tey hava fingið aðru koppseting í summar ella seinni. Sambært landsapotekaranum er nóg mikið av koppingarevni í landinum at nøkta allan koppsetingartørvin. Tann føroyska koppsetingarkunngerðin umfatar øll fólk eldri enn 12 ár, men kortini er tilboðið um triðja prik avmarkað til fólk yvir 18 ár. Orsøkin til tað er, at ES-heilivágsmyndugleikin EMA (European Medicines Agency) bara hevur góðkent triðu koppseting til fólk eldri enn 18 ár. Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum eisini er tað einasta koppingarevni, vit brúka í Føroyum, hevur fingið góðkenning til triðju koppseting. Øll eldri enn 18 ár fáa triðja prik Tíðarskeiðið ímillum aðru og triðu koppseting verður stytt við tveimum vikum, og øll, sum eru fevnd av COVID-19-koppsetingarkunngerðini, og sum eru fylt 18 ár, fáa nú boðið triðu koppsetingina Nú fara allir føroyingar, sum eru eldri enn 18 ár, og sum eru fevndir av kunngerðini um ókeypis koppseting fyri COVID-19, at kunna lata seg koppseta fyri triðu ferð. Treytin er, at tað í minsta lagi eru gingnir seks mánaðir síðan aðru koppseting. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur góðkent eitt tilmæli hjá koppsetingarbólkinum um hetta. Av tøkniligum orsøkum mugu tey, ið skulu hava triðja prikið, í fyrstu syftu brúka tilboðini um støkk-inn-koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum. Støkk-inn-tíðirnar kunnu síggjast á www.korona.fo. Í næstum fer tó eisini at bera til at bíleggja tíð til triðu koppseting. Tíðliga í oktober fingu fólk í ávísum vandabólkum tilboð um at lata seg koppseta triðu ferð fyri COVID-19, og seinni í oktober bleiv tilboðið víðkað til at umfata øll eldri enn 65 ár, starvsfólk á heilsu-, almanna- og eldraøkinum og øll fólk, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, fáa tey koronu. Nú eru so allar tær avmarkingarnar tiknar burtur fyri øll fólk, ið hava fylt 18 ár. Higartil hevur triðja koppsetingin verið treytað av, at tað í minsta lagi er gingið seks mánaðir og tvær vikur síðan aðru koppseting. Hetta tíðarskeiðið verður nú stytt við tveimum vikum, so tað nú í minsta lagi skulu ganga seks mánaðir ímillum annað og triðja prik. Tó at tíðarskeiðið ímillum prikini er eitt sindur stytt,  merkir tað, at nógv tey flestu mugu bíða til næsta ár at fáa triðja prikið, tí tey hava fingið aðru koppseting í summar ella seinni. Sambært landsapotekaranum er nóg mikið av koppingarevni í landinum at nøkta allan koppsetingartørvin. Tann føroyska koppsetingarkunngerðin umfatar øll fólk eldri enn 12 ár, men kortini er tilboðið um triðja prik avmarkað til fólk yvir 18 ár. Orsøkin til tað er, at ES-heilivágsmyndugleikin EMA (European Medicines Agency) bara hevur góðkent triðu koppseting til fólk eldri enn 18 ár. Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum eisini er tað einasta koppingarevni, vit brúka í Føroyum, hevur fingið góðkenning til triðju koppseting. 48 nýggir tilburðir av koronu 48 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í teimum 1717 kanningunum, ið vórðu gjørdar í dag. Hetta gevur eitt positivprosent á 2,8 prosent. Í gjár vóru 48 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. 1717 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið, og positivprosentið er 2,8 prosent. Í løtuni eru 415 smittað, trý eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum. Magdalena Andersson forsætisráðharri kortini Svenska tingið hevur aftur í dag atkvøtt fyri, at Magdalena Andersson skal vera forsætisráðharri í Svøríki. Magdalena Andersson varð eisini forsætisráðharri í farnu viku. Tá var hon í sessinum í sjey tímar, áðrenn hon tók seg aftur. Tað verður Magdalena Andersson, ið verður svenskur forsætismálaráðharri hóast alt. Ríkisdagurin hevur í dag aftur atkvøtt um hvørt Magdalena Andersson skal vera forsætisráðharri í Svøríki, og við 173 atkvøðum ímóti og 176 fyri ella blankum atkvøðum, varð Magdalena Andersson vald. Í Svøríki ræður tað um ikki at hava eitt fleirtal ímóti sær, sigur DR. Magdalena Andersson varð annars vald til forsætisráðharra í farnu viku, og tá gjørdist hon fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Svøríki. Hon megnaði kortini bert at sita í sessinum í sjey tímar, áðrenn hon tók seg úr sessinum. Svenski Umhvørvisflokkurin tók seg úr stjórnarsamstarvinum, eftir at ein bláur fíggjarpolitikkur varð samtyktur, og tá valdi Andersson at taka seg aftur eftir bert sjey tímum. Men tað verður so Magdalena Andersson kortini, ið verður forsætisráðharri í Svøríki. Magdalena Andersson er á tingi fyri Sosialdemokratarnar. Ralf Rangnick verður United venjari Týski Rangnick verður venjari fram til komandi summar, tá hann flytir í ráðgevarastarv í felagnum ístaðin. Tað verður týskarin Ralf Rangnick, ið skal stjórna Manchester United fram til summar. Tað váttar United á middegi í dag. Rangnick hevur í seinastuni starvast sum ítróttar- og menningarstjóri í Lokomotiv Moskva, men hann hevur nú gjørt sáttmála við United um at gerast venjari til komandi summar. Sambært The Guardian hevur Rangnick sett sum krav í sáttmálan, at hóast venjarastarvið bert er til summar, skal hann halda fram í felagnum sum ráðgevi fram til 2024 og skal hava ávirkan á avgerðir. Fyrrverandi United leikarin, Michael Carrick, hevur verið venjari hjá felagnum, síðan Ole Gunnar Solskjær fekk sekkin fyri einari viku síðani. Carrick hevur higartil verið venjari til tveir dystir hjá United, men um alt gongur sum ætlað, verður tað Rangnick, ið stendur í tekniska teiginum hósdagin, tá Arsenal kemur á vitjan. Bíðað verður kortini enn eftir arbeiðsloyvi til Rangnick. Rangnick hevur áður verið venjari í RB Leipzig, Schalke og Hoffenheim. Nettoognin hjá føroyingum á leið somu stødd sum hjá dønum og íslendingum Føroysk húskir eiga eina nettoogn á nærum 45 mia. kr. í 2019, ið svarar til tvær ferðir BTÚ. Sæð í mun til tøku inntøkuna, er nettoognin 5,2 ferðir so stór sum tøka inntøkan hjá føroysku húskjunum. Hjá dønum er hon 5,4 ferðir, og hjá íslendingum 5,6 ferðir tøku inntøkuna í 2019. Landsbanki Føroya hevur dagført uppgerðina av ogn og skuld hjá føroyskum húskjum til árið 2019. Hetta verður gjørt fyri at kanna, hvussu skuldarbundin føroysk húskir eru í mun til sína inntøku, og hvussu stór samlaða ognin og skuldin hjá føroyingum er samanborið við onnur lond. Samlaða nettoognin er økt frá at vera 5 ferðir tøku inntøkuna hjá húskjunum í 2018 til 5,2 ferðir tøku inntøkuna í 2019. Broytingin stavar frá eini øking í sethúsaognini, privatu pensjónsuppsparingini og innlánunum í peningastovnunum í 2019 í mun til árið fyri. Samlaða skuldin hjá húskjunum er eisini økt, men ikki líka nógv sum samlaðu ognirnar, og tí sæst ein vøkstur í nettoognini í 2019 í mun til árið fyri. Av fíggjarligum ognum eiga føroysk húskir fyri nærum 27 mia. kr. tilsamans í 2019, har eini 10,5 mia. kr. standa í føroyskum peningastovnum og umleið 5 mia. kr. í útlendskum peningastovnum sum innlán ella á depotkonti. Harafturat eiga føroyingar privata eftirlønaruppsparing fyri 11 mia. kr., ið svarar til umleið helvtina av BTÚ í 2019. Afturat fíggjarligu ognunum eiga føroyingar realar ognir, ið eru sethús, bilar og bátar, fyri eitt samlað virði á 30 mia. kr. í 2019. Føroysk húskir hava skuld fyri tilsamans 12 mia. kr. í 2019, har 9 mia. kr. eru lán í føroyskum peningastovnum og nærum 3 mia. kr. eru lán í donskum realkredittstovnum. Meginparturin av skuldini hjá føroysku húskjunum er sethúsalán, og síðani er ein minni partur lán til bil og ymiskt annað. Tá samlaða skuldin verður trekt frá samlaðu ognini, eiga føroysk húskir í 2019 eina nettoogn á nærum 45 mia. kr., ið svarar til tvær ferðir BTÚ í 2019. Sæð í mun til tøku inntøkuna hjá føroysku húskjunum, er samlaða nettoognin 5,2 ferðir so stór sum tøka inntøkan hjá føroyingum í 2019. Til samanbering er nettoognin hjá dønum í 2019 5,4 ferðir so stór sum tøka inntøkan, og hjá íslendingum 5,6 ferðir tøku inntøkuna. Omicron letur aftur landamørk Óvissan kring smittu- og heilsuvandan av omicron frábrigdinum fær lond at lata landamørkini aftur. ES, USA og Stórabretland hava øll latið aftur fyri ferðandi úr Suðurafrika. Nýgga koronufrábrigdið, omicron, hevur nú fingið fleiri lond at óttast og herða regurnar fyri ferðslu inn í landið. Danmark hevur, eins og restin av ES, Stórabretland og USA, sett ferðabann móti ferðand úr Suðurafrika og øllum grannalondunum har, og hetta hevur harafturímóti fingið forsetan í Suðurafrika, Cyril Ramaphosa, at tala at. Sambært BBC sigur Cyril Ramaphosa, at hann er sera skuffaður av avgerðini at lata mørkini aftur fyri Suðurafrika, og hann heldur, at átøkini móti Suðurafrika skuldu verið slept. Nýggja omicron frábrigdið varð fyrstu ferð uppdagað í Suðurafrika fyrr í hesum mánaðinum, og omicron er nú tað frábrigdið, ið stendur fyri flestum tilburðum í landslutinum Gauteng í Suðurafrika. Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at hóast vit ikki vita nógv um omicron frábrigdið, kann talan vera um eina globala hóttan, ið skal takast í álvara. Heilsugranskarar úr Suðurafrika søgdu við BBC í farnu viku, at talan var um mest muteraða covid-19 frábrigdið, ið teir høvdu sæð higartil. Og tað er heldur ikki bara um okkara leiðir, at nýggja frábrigdið fær fólk at óttast. Japan hevur tikið avgerð um at lata mørkini aftur fyri øllum ferðandi, ið ikki eru úr Japan, eins og ætlaða upplatingin í Australia er fyribils steðgað. Dizzy Mizz Lizzy á Voxbotn Voxbotn hevur í morgun almannakunngjørt triðja navnið til komandi tiltak, og tað er eingin annar enn Dizzy Mizz Lizzy. Voxbotn hevur í morgun almannakunngjørt triðja navnið til Voxbotn 2022, og tað er eingin annar enn navnaframi danski bólkurin Dizzy Mizz Lizzy. Uttan iva eru flestir dreingir og unglingar úr Føroyum, sum áttu ella kendu onkran, ið átti sjálvnevndu Dizzy Mizz Lizzy plátuna frá 1994, og nógvar luftguittar versiónir av riffunum til Waterline og hinar kendu sangirnar munnu vera spæld í føroyskum dreingjakømurum gjøgnum árini. - Danska rokktrioin, sum legði ríkið fyri sínar føtur í 90´unum, eigur eitt heilt serligt pláss í hjartanum á mongum føroyingi. Trioin gav út plátuna Dizzy Mizz Lizzy í 1994, og hon streyk upp á tónleikatindarnar alt fyri eitt. Útgávan var serstøk, tí hon var á tremur við hittum. Danskur tónleikur hevði brádliga fingið eitt nýtt, rátt og melodiskt úttrykk, sum øll tóku til sín. Dizzy Mizz Lizzy var uttan iva heitasta navnið á øllum festivalum í ríkinum miðskeiðis í 90´unum, sigur Voxbotn um nýggja fongin. Bólkurin var óvirkin frá 1998 til 2009, tá teir tríggir Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis gjørdu av at fara á konsertferð saman aftur. Í 2014 varð kunngjørt at bólkurin nú aftur var virkin. Og nú eru teir ávegis til Føroya. Alt bendir á, at Olaf Scholz verður nýggi kanslarin í Týsklandi Aftaná 16 ár við Angela Merkel sum kanslara í Týsklandi, so sær tað út til at næsti kanslarin verður Olaf Scholz. Tað eru meir enn tveir mánaðir síðan týska valið var hildið. Aftaná valið var óvist, hvør fór at gerast kanslari, men nógv bendur nú á, at Olaf Scholz, úr týska Javnaðarflokkinum, verður næsti kanslarin í Týsklandi. Mikudagin í síðstu viku kunngjørdi týski Javnaðarflokkurin SPD, liberali flokkurin FPD og umhvørvisflokkurin Grüne, eitt samgonguskjal uppá 177 síður. Tó er einki avgjørt enn, tí teir tríggir møguligu samgonguflokkarnir skulu allir atkvøða innanhýsis um flokkarnir eru fyri ella ímóti hesum samgonguskjalinum. SPD og FPD fara at halda hvør sín landsfund, har allir umboðsmenninir kunnu atkvøða, um tey eru fyri ella ímóti samgonguskjalinum. Umhvørvisflokkurin Grüne fer at lova øllum 120.000 liminum at atkvøða. Um alt gongst eftir ætlan, so verður Olaf Scholz valdur sum kanslari í samveldistinginum fyrst í desembur. Møguliga samgongan verður kallað ferðsluljóssamgongan, av tí, at floksfarvurnar eru reyðar, gular og grønar. SPD er reytt, FPD gult og Grüne grønt. Nøkur av átøkunum, ið standa í samgonguskjalinum hjá ferðsluljóssamgonguni eru at steðga framleiðsluni av kol, legalisera kannabis, lækka valaldurin niður til 16 ár og hækka minstulønina. Í samgonguskjalinum stendur eisini, at Olaf Scholz verður nýggi kanslarin í Týsklandi. Olaf Scholz er 63 ára gamal og gjørdist limur í SPD í 1975. Síðan tá hevur hann verið borgarstjóri í Hamburg, almannamálaráðharri, fíggjarmálaráðharri, varakanslari og skjótt møguligar kanslari í Týsklandi. Ein nýggjur kanslari vísur eitt nýtt tíðarskeið í Týsklandi. Sagt var eisini um týska valið, at hetta var fyrsta umhvørvisvalið í Týsklandi. Núverandi kanslarin Angela Merkel hevur verið kanslari í 16 ár. Hon stillaði ikki upp aftur hesaferð. Flogskiparafelagið fegnast: Atlantsflog hevur lurtað Flogskiparafelag Føroya heldur, at Atlantic Airways hevur lurtað eftir flogskiparafelagnum, sum hartaði tjóðarfelagið fyri heldur at raðfestir pengar framum royndir Flogskiparafelag Føroya – FAPA – kom fyri viku síðan við eini yvirlýsing, har felagið hartaði Atlantic Airways fyri ikki geva nøkrum av teimum 19 uppsøgdu flogskiparum møguleika at koma í starv aftur, men heldur seta fýra óroyndar flogskiparar í starv – og at avtalan um setanaðartilgongd ikki var fylgd í hesum sambandi. Men nú er líkt til, at Atlantsflog hevur lurtað eftir flogskiparafelagnum, tí, sambært FAPA, so hevur tjóðarfelagið sett ein av uppsøgdu flogskiparunum í starv aftur. Flopskiparafelagið skrivar á Facebook-vanga sínum, at: “Tað sær nú út til, at Atlansflog hevur lurtað eftir okkum. Felagið hevur júst sett ein av uppsøgdu flogskiparunum aftur í sáttmálasett starv. Viðkomandi var ovastur á starvsaldur-listanum yvir flogskiparar og var sostatt millum teir royndastu, tá hann vegna Covid-19 eina var uppsagdur í juni 2020”. Flogskiparafelag Føroya sigur seg fegnast um avgerðina, tí á hendan hátt verður starvsaldurin virdur og dugnaligir flogskiparar við maksimum fakligum royndum koma út aftur í stýrhúsið. – Hetta er gott, skrivar flogskiparafelagið. FAPA heldur tó, at setanartilgongdin enn ikki er í lagi. Flogskiparafelagið sigur seg virka miðvíst eftir, at allir flogskiparar, ið vórðu uppsagdir av Atlantsflog vegna korona, fáa bjóðað starv aftur, áðrenn tjóðarfelagið setur antin nýggjar ella aðrar flogskiparar í starv. Badmintonleikarar vunnu gull, silvur og bronsu í Danmark Í vikuskiftinum hevur landsliðshópurin í badminton luttikið í kapping í Højbjerg, ið liggur stutt uttanfyri Aarhus Kappingin var á A og B-stig og skipað í innleiðandi puljum í bæði einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Tí fingu teir 15 leikararnir úr Føroyum eisini nógvar dystir í part. Í blandaðum tvímansleiki vunnu leikarar okkara fleiri heiðursmerkir, meðan tey eisini fingu fleiri spennandi dystir í einmansleiki og tvímansleiki. Í B-bólkinum vóru tvey føroysk pør í finaluni, har Hákun Sigvardsen og Sanna Thorkildshøj (gull) vunnu á Rúni M. Simonsen og Johonnu Højsted (silvur). Í A-bólkinum vunnu Magnus Dal-Christiansen og Mia Thorkildshøj bronsu, meðan Rúni Øster og Miriam Í Grótinum vunnu gull í eini tættari finalu í trimum settum ímóti donskum pari. Landsliðshópurin fór til Danmarkar fyri at fáa góða kappingarvenjing og kom heim aftur við fleiri heiðursmerkjum. Vant verður fram ímóti altjóða kappingum til várs og Føroyaleikirnar komandi summar. Danska TV2 vitjað á korona-hermótinum TV2 hevur vitjað lungnadeildina á sjúkrahúsinum í Hvidovre, har støðan er rættiliga ring og heilsustarvsfólk eru undir stórum tíðartrýsti fyri at halda koronasjúklingum á lívi Danska TV2 hevur vitjað lungnadeildina á sjúkrahúsinum, har heilsustarvsfólk eru undir stórum tíðartrýsti at bjarga mannalívum, nú altsamt fleiri koronusjúklingar eru innløgd til viðgerð. Sjónvarpsrásin hevur frásøgn og videobrot frá vitjanini, har millum annað verður tosað við Óla Dalsgard, ið er av føroyskari ætt, sum er yvirlækni á lungnadeildini á sjúkrahúsinum í Hvidovre – ein deild, sum komandi mánaðirnar er í vanda fyri at verða undir so stórum trýsti, at deildin ikki megnar at taka ímóti øllum koronasjúklingum, ið hava tørv á serligari lungnaviðgerð. – Eg eri rættiliga stúrin, um vit hava nóg mikið av tólum og manning, at yvirhøvur megna byrðina, sum vit vænta kemur. Tað sær longu álvarsligt út longu nú, og eg eri stúrin, tí veturin júst er byrjaður, sigur Óli Dalsgard við danska miðilin, sum hevur vitjað á lungnadeildini, har hann er yvirlækni. Innslagið og greinin kann síggjast og lesast her. Kelda: tv2.dk Føroysk vektlyfting fær sjálvstøðugan norðurlendskan limaskap Merkið fer at veittra og prýða bringuna á føroyskum vektlyftarum við norðurlendsku meistarastevnuna fyrst í komandi ári. - Ein stórur varði er settur í stuttu skipaðu søguni hjá føroyskari vektlyfting, sigur formaðurin í Føroya Styrkisambandi, Heini Hátun Tað vóru stór og gleðilig tíðindi fyri føroyska vektlyfting, tá ið norðurlendska vektlyftarasambandið, Nordiska Tyngdlyftningsförbundet, hevði aðalfund fyrr í hesum mánaðinum. Føroya Styrkisamband hevði til aðalfundin sent inn umsókn um sjálvstøðugan limaskap, og norðurlendska sambandið gjørdi ikki mætari enn einmælt at samtykkja eina prinsipiella tilsøgn um slíkan limaskap. Formliga samtyktin verður á eykaaðalfundi tíðliga komandi ár. Formaðurin, Heini Hátun er sera fegin um jaligu móttøkuna av føroysku umsóknini: - Hetta er ein stórur dagur fyri føroyska styrkiítrótt - í hesum førinum vektlyfting - tí síðani stovnanina av sambandinum fyri tveimum árum síðani hevur altjóða limaskapur verið eitt av aðalmálunum. Og nú fara so føroyskir íðkarar at kappast undir Merkinum uttanlands. Føroysk vektlyfting hevur tætt og gott samstarv við danska vektlyftarasambandið, og serliga er venjarin hjá danska kvinnulandsliðnum, Frank Petersen blivin ein sannur føroyavinur og hevur slóðað fyri umsóknini, umframt at hann eisini venur teir bestu føroysku vektlyftararnar. - Frank sær saman við okkum stórar møguleikar fyri at menna føroyska vektlyfting, tí okkara siðvenja við styrkiítróttum er so sterk og náttúrlig. Skjótu framstigini benda eisini greitt á, at vit sannlíkt fara at gera okkum galdandi í bæði norðurlendskum og altjóða høpi, leggur Heini aftrat. Olympisk vektlyfting er sum skipað ítróttargrein ung her á landi. Fyrsta FM-kappingin varð hildin í fjørvár við góðum úrslitum, og í ár vunnu fleiri føroyingar heiðursmerki, enntá okkurt úr gulli, á donsku meistarastevnuni. Seinast í sjeyti- og tíðliga í áttatiárunum bleiv vektlyfting tó nógv íðkað í felagnum Bragdið. Talan var ikki um skipaðar kappingar, men t.d var ein uppvísningskapping var ímóti íslendingum í 1985. Føroysku lyftini til ta kappingina vóru 100/130 kilo og 110/135 kilo (trekk/stoyt). Áðrenn umsóknin um limaskap varð samtykt, hevði Styrkisambandið sett sær sum mál, at Føroyar skulu vera vertir fyri norðurlendsku meistarastevnuni í 2024. Ferð verður nú av álvara sett á fyrireikingarnar at fáa hesa stóru kappingina hendan vegin. Føroya Styrkisamband er menningarsamband undir ÍSF og fevnir um vektlyfting, styrkilyfting, kúlulyfting og crossfit. Venjing fer fram í ymsu venjingarmiðstøðunum, men Styrkisambandið heldur eisini ætlanirnar um at byggja stórhøll vera rættiliga spennandi. 34 nýggir tilburðir í gjár - smittuprosentið 3,1 Talið av smittðum er gamaní lægri enn í gjár, men tað sum er órógvandi við smittu hesaferð er hvussu stótur partur av teimum kannaðu eru smittað Koronasmittan hevur veruliga bitið seg fasta í samfelagnum, síðan hetta ógvusliga útbrotið byrjaði í seinna helmingi av oktober. Síðan tá hevur talið sveiggjað nógv, onkuntið hebur tað ligið um 20 ella gott tað, men nógv teir flestu dagarnar hevur tað ligið nógv hægri. Og tann eina dagin var tað heilt uppi á 110. Í gjár var smittutalið 34, og sjálvt um tað er eitt fall samanborið við tey 63, sum vóru smittað fríggjadagin, so er dagsins tal verri upp á seg. Orsøkin til tað er, at talið av teimum sum lótu seg kanna í gjár var “bara” 1.088. Tað er minni enn helmingurin av talinum feíggjadagin, tá 2.567 fólk lotu seg kanna og 63 vóru smittað. Tað gav eitt smittuprosent uppá 2,5, og tað er altso væl lægri enn smittuprosentið í gjár, sum var uppá 3,1. Landslæknin hevur fleiri ferðir verið alment úti og sagt, at smittutalið helst ikki skal uppum 1,5. Nú er tað meira enn tvífalt so høgt. Sum støðan er í løtuni eru 415 fólk smittað við korona, tað eru tíggju fleiri enn í gjár. Fimm fólk eru innløgd og tað eru tvey færri enn í gjár. Tað hava verið 13 andlát í samband við korona. Tvey av teimum vóru í tíðarskeiðinum frá mars í fjør til november í ár. Ellivu deyðsføll hava verið í samband við korona henda seinasta mánaðin. Einki stendur í skrivinum frá mydugleikunum, um nýggi varianturin er staðfestur millum tey sum í gjár fingu at vita, at tey eru smittað. Søgulig viðurkenning av Føroyum: MFS fingið limaskap í European Students' Union Á aðalfundi hjá European Students’ Union (ESU), ið eftir ætlan skuldi haldast í Timișoara í Rumenia, men orsaka av COVID-19 støðuni í landinum varð hildin talgilt, varð umsóknin hjá MFS um limaskap í felagsskapinum endaliga góðkend. Við hesum varð eitt flott punktum sett við eina tvey-ára langa tilgongd, ið hevur kravt nógva tíð og orku, men sum eisini hevur ment og styrkt MFS sum felagsskap. ESU, ið hevur 45 limafelagsskapir úr 40 londum, umboðar eini 20 milliónir lesandi í øllum Evropa, og hevur eisini sess í fleiri av teimum stovnum og felagsskapum, ið mynda evropeiskan útbúgvingarpolitikk – eitt nú Evroparáðnum, Bolognafylgibólkinum og UNESCO. MFS fekk í oktobermánaða í fjør sokallaðan “kandidatlimaskap” í ESU, ið er fyrsta stigið á leiðini móti fullum limaskapi. Í hesum sambandi var í septembermánaða í ár ein sendinevd hjá ESU í Føroyum, ið skuldi meta um, hvørt MFS leyk formligu krøvini fyri limaskapi í ESU. Sendinevndin hevði fundir við m.a. rektaran á Fróðskaparsetri Føroya, umboð fyri Uttanríkis- og Mentamálráðið, Studna, Vegleiðingarstovuna og Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetrinum. Nevndin skrivaði síðani frágreiðing til aðalfundin, ið endaliga skuldi taka støðu til umsóknina hjá MFS um limaskap. Sendinevndin var á einum máli um, at MFS leyk øll formlig krøv, og mælti í niðurstøðu síni til, at MFS fekk fullan limaskap í ESU. Hóskvøldið 25. november skuldi aðalfundurin taka støðu til málið, og tá avtornaði tók ein samdur aðalfundur undir við tilmælinum hjá sendinevndini, og játtaði umsóknini hjá MFS um limaskap. Tað er trupult at seta orð á, hvussu stórt hetta er fyri Føroyar. Fyrst og fremst, so er hetta ein stór viðurkenning fyri Føroyar í altjóða høpi. MFS fekk fullan og sjálvstøðugan limaskap í ESU – á jøvnum føti við felagsskapir úr hinum evropeisku londunum. Ikki bert atlimaskap ellara eygleiðaralimaskap. Slík viðurkenning av Føroyum í altjóða høpi er í sjálvum sær sjáldsom og kærkomin, og styrkir okkara støðu sum aktørur á altjóða pallinum. Í øðrum lagi fáa Føroyar nú á fyrsta sinni møguleika at ávirka evropeiskan útbúgvingarpolitikk, og ikki bert seta tað í verk, ið onnur eru vorðin samd um. Føroyskur útbúgvingarpolitikkur í stóran mun stýrdur av t.d. Bologna-tilgongdini, ið vit higartil onga ávirkan hava havt á. Tað fáa vit nú, tí ESU er partur av Bologna-fylgibólkinum. Hendan viðurkenningin er eitt herðaklapp til øll tey í føroyskum útbúgvingarpolitikki, ið vit seinastu mongu árini hava samstarvað við, og sum ótroyttiliga arbeiða fyri áhaldandi at styrkja føroyska vitanarsamfelagið og okkara útbúgvingarskipan. Messerschmidt stillar upp til formansvalið hjá Dansk Folkeparti Morten Messerschmidt, ið er núverandi næstformaðurin í Dansk Folkeparti, hevur boðað frá, at hann ynskir at gerast nýggi formaðurin hjá Dansk Folkeparti. Kristian Thulesen Dahl úr Dansk Folkeparti, hevur boðað frá, at hann ynskir at trekkja seg aftur sum formaður í flokkinum. Formaðurin boðaði frá hesum aftaná ræðuliga kommunuvalið og regionsvalið fyrr í mánanum. Í hesum sambandi hevur DF innkallað til at eykaaðalfund tann 23. januar, har nýggjur formaður skal veljast. Í samband við, at Kristian Thulesen Dahl hevur valt at trekkja seg sum formann, so hava Morten Messerschmidt og Peter Kofod boðað frá, at teir stilla upp saman. Hetta merkir, at Messerschmidt stillar upp sum formaður og Kofod sum næstformaður. Soleiðis boðaði Morten Messerschmidt frá í eini samrøðu við danska fjølmiðilin Berlingske. Í løtuni er Messerschmidt næstformaður í flokkinum, ímeðan Kofod er limur í Europa-parlamentinum. Tað hava verið fleiri gitingar í donsku fjølmiðlinum um, hvør nýggi formaðurin í Dansk Folkeparti skal vera, men tað eru serliga tvey nøvn, sum hugt verður eftir. Tað er núverandi næstformaðurin í flokkinum Morten Messerschmidt og Inger Støjberg, fyrrverandi næstforkvinnan í Venstre, sum nú er uttanflokka. Tó er tað ikki so einfalt hjá nøkrum av teimum, av tí at bæði í løtuni hava rættarmál ímóti sær, sum ikki eru liðug enn. Messerschmidt varð í august mánað dømdur seks mánaðir treytaða fongsulsrevsing, men hann hevur kært dómin til landsrættin. Samstundis hevur Inger Støjberg í løtuni eina ríkisrættarsak koyrandi ímóti sær og inntil hon er avgjørd, verður hon ikki forkvinna í Dansk Folkeparti. Haraftrat er hon heldur ikki vorðin limur í flokkinum enn. Peter Kofod, ið stillar upp sum næstformaður hjá Morten Messerschmidt, hevur eisini verið í uppskoti sum formaður í DF. Av tí at, fleiri rættarmál eru í gongd og nógv enn er óvist í flokkinum, so hava Messerschmidt og Kofod roynt at gjørt tað greitt, hvørjar ætlanir og avtalur teir hava. Ein avtalað er, at um Morten Messerschmidt gert formaður, men samstundis ikki verður frífunnin, so fer Messerschmidt frá sum formaður og Kofod tekur yvir. Messerschmidt og Kofod hava eisini boðað frá, at um Støjberg stillar upp til formansval, so stilla teir ikki upp ímóti henni. Eisini hava fleiri limir í Dansk Folkeparti boðað Inger Støjberg frá, at teir stuðla henni og ynskja, at hon stillar upp.  Valevnini til formanssessin í Dansk Folkeparti skulu melda seg til valevnislistan í seinasta lagi sjeynda januar í 2022. Tá er ríkisrættarsakin ímóti Støjberg liðug, tó er sakin í landsrættinum ímóti Messerschmidt ikki liðug tá. Harðskapur og herverk í nátt Tað vóru nógv fólk í býnum í nátt og nógv vóru drukkin. Løgreglan fekk boð um bæði harskap og herverk. Tað vóru nógv fólk í býnum í nátt og nógv vóru drukkin. Løgreglan var boðsend fleiri ferðir at skilja fólk sundur. Hetta bar við sær, at summi fingu bót, fyri brot á skilhaldsreglurnar. Um midnáttarleiti varð løgreglan boðsend, av tí at ófriður hevði tikið seg upp í Steinatúni. Tað snúði seg um ein bardaga millum tannáringar, har níggju tannáringar høvdu bukað ein javnaldra av. Kanningar á sjúkrahúsinum vístu, at hann hevði havt heilaskjálvta. Løgreglan veit ikki hvat orsøkin handan álopið var, men málið verður kannað nærri. Nakrir av dreinginum eru avhoyrdir og skuldsettir. Dreingirnir eru so mikið ungir, at Barnaverdin skal uppí málið. Orsaka av hálkuni vóru fýra ferðsluóhapp í nátt. Tey vóru í Klaksvík, í Leirvík, á Gomlurætt og í Vági. Ongin mansskaði var. Eisini var herverk framt á ein bil í Havn Í dag er triðja umfar í HM í talv Tvey tey fyrstu talvini eru endað við remis. Tað triðja talvið verður kl 12:30 í dag. Síðsta fríggjadag byrjaði HM í talv, sum hesaferð verður hildið í Dubai. Tað er núverandi heimsmeistarin Magnus Carlsen og russiski stórmeistarin Ian Nepomniachtchi, ið dystast í HM kappingini um heitið sum heimsmeistari í talv. Heimsmeistaraheitið verður avgjørt við 14 dystum millum Magnus Carlsen og Ian Nepomniachtchi. Higartil hava teir telvað tvey talv og bæði eru endað remis (javnleikur). Kl 12:30 í dag verður triðja umfar í kappingini og spennandi verður at síggja, hvørt Carlsen ella Nepomniachtchi fer við sigrinum ella tað endar við remis aftur í dag. Seinasta HM vóru 12 talv telvað og tey endaðu øll við javnleiki. Núverandi heimsmeistarin, Magnus Carlsen, er norðmaður og 30 ára gamal. Carlsen hevur ligið nummar eitt á altjóða styrkislistanum í 11 ár. Hann gjørdist fyrstu ferð heimsmeistari í 2013, einans 22 ára gamal. Síðan tá hevur hann endurvunnið heitið tríggjar ferðir. Tilsamans hevur hann vunnið heimsmeistaraheitið fýra ferðir, og droymir hann nú, um at vinna fyri fimtu ferð. Magnus Carlsen telist millum bestu telvararnar nakrantíð og tískil er hann eisini favorittur undan kappingini. Avbjóðarin er russiski Ian Nepomniachtchi, sum er 31 ára gamal. Hann liggur í løtuni nummar fimm á altjóða styrkislistanum og er hann besti telvarin úr Russlandi í løtuni. Eitt, sum eyðkennur Nepomniachtchi er, at hann telvar óvanliga skjótt. Hetta ber mangan við sær, at hann fær mótstøðumannin at standa á skeivum beini. Hóast Nepomniachtchi ikki er favorittur, men heldur “ the underdog”, so er hann kanska júst hin rætti at skumpa Carlsen av trónuni. Millum annað tí, at Nepomniachtchi og Carlsen mangan hava telvað ímóti hvørjum øðrum fyrr og tá hevur tað eydnast Nepomniachtchi at vinna á Carlsen. Í fylgi eini kanning hjá NPD Group, so er áhugin fyri talv vaksin í Amerika síðan koronafarsóttin byrjaði. Millum annað fór talið av talvborðum upp við 87 prosentum og talið av bókum um talv vaksið við 603 prosentum. HM í talv er júst byrjað og nógv talv eru eftir. Seinasta talvið verður eftir ætlan leikt 11. desembur. Dan Brimsvík: Hetta er okkara møguleiki Venjarin hjá B36, Dan Brimsvík hevur góðar vónir undan seinnu hálvfinaluni móti Víkingi. Ein dystur, sum B36 má og skal vinna, um teir skulu røkka finaluplássinum Seinna hálvfinalan millum B36 og Víking er - eins og dysturin millum NSÍ og HB - útsettur til mánakvøldið klokkan 18 vegna frost í veðrinum - hóast hiti er undir Tórsvølli. Men sum skilst á lagnum, so er tað sera dýrt at hita vøllin upp, umframt at tað tekur umleið tríggjar dagar at hita vøllin, og tí er dysturin útsettur til mánakvøldið, tá tað væntandi ikki verður eins kalt sum seinastu tveir dagarnar. Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum hevur havt samrøðu við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík, so hana kunnu fólk lesa her fyri at stytta sær stundir, meðan bíðað verður til mánakvøldið, tá dysturin á Tórsvølli væntandi verður spældur - ein dystur, sum B36 má vinna skulu teir hvítu úr Havn røkka finaluni og evropeiskum fótbólti komandi ár. – Vit spæla á heimavølli, frammanfyri okkara egnu áskoðarum, og vit trúgva upp á, at vit kunnu vinna. Tað er heilt avgjørt tað, ið vit fara eftir. So vónirnar undan seinnu hálvfinaluni eru góðar, sigur høvuðsvenjarin hjá B36, Dan Brimsvík, við heimasíðuna hjá FSF. Mánadagin klokkan 18 bresta B36 og Víkingur saman í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrra dystin vunnu teir ljósabláu 1-0, og tað er tískil eitt krav til árstalsfelagið, at teir skulu og mugu vinna seinna dystin, um teimum skal eydnast at standa í finaluni tann 4. desember. Fyri B36, eins og fleiri onnur feløg, er tað eitt mál, at felagið skal spæla evropeiskan fótbólt á hvørjum ári. Tað kom tí illa við, at árstalsfelagið endaði nummar fimm í landskappingini, tvey stig aftanfyri NSÍ. – Tað hevur øgiliga stóran týdning fyri felagið, at vit spæla okkum í steypafinaluna. Hetta er størsti dystur á árinum, og ein dystur, sum allir spælarar og venjarar ynskja at vera partur av. Hetta er eisini okkara møguleiki at røkka evropeiska plássinum, sigur Dan Brimsvík. Síðan 1955 hevur B36 vunnið steypakappingina hjá monnum seks ferðir. Seinast var í minniligu finaluni í 2018, tá B36, sum seinastu løtuna spældi níggju móti 11, eftir umdyst og brotssparkskapping, vann samanlagt 7-6 á grannunum úr HB. Í hinari hálvfinaluni hittast NSÍ og HB. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 2-2, og hava runavíkingar tískil eitt betri útgangsstøði undan seinna dystinum, sum verður í Runavík mánadagin klokkan 18. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygadagin 4. desember klokkan 16. Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo Nýggj bíbliulesiætlan komin Bíbliulesiætlanin gevur dagliga hjálp til at fáa lesiroyndirnar. Sunnudagslesnaðurin í ætlanini, fellur saman við lestrinum í kirkjuárinum – í ár, eftir aðru tekstarøð. Lesnaðurin til hinar dagarnar í vikuni, er ætlaður at lýsa og geva innlit til tekstin sunnudag. Man kann lesa ymsastaðni í Bíbliuni, men man verður hildin á sporinum av einum evni, viku fyri viku Av øllum heimsins bókum, er eingin bók, sum røkkur Bíbliuni, tá ið tað ræður um útgávur og sølu. Tí er neyvan ov nógv sagt, at Bíblian er heimsins mest lisnað bók.   Bíblian er eisini bókin, sum flest fólk eiga, men ikki taka av hillini. Hví? Grundirnar kunnu vera nógvar, men niðurstøðan er – tað gevur onga meining at hava Bíbliuna og ikki brúka hana. Hví bíbliulesiætlan? Vit trúgva, at Bíblian er Guds livandi orð, og sjálvt um orðini líkjast øðrum orðum, so fáa tey lív, tá ið vit lesa saman við Heilaga Andanum. Bíbliulesiætlanin er ein hjálp hjá okkum at lesa regluliga og skipað í Bíbliuni, so at Guds orð verður livandi og virkið í okkara gerandisdag. Her eru skriftstøð til hvønn dag, og sunnudagar samsvara skriftstøðini við tekstin, sum verður boðaður í Fólkakirkjuni. Persónligt Í hesari útgávuni kunna vit eisini lesa um fimm føroyingar, sum siga frá, hvat teir fáa burtur úr at lesa Bíbliuna, og hvørji ráð teir hava til okkara. Bíbliulesiætlanin byrjar fyrsta sunnudag í advent og heldur fram til 27. november 2022. Hvar fæst bíbliulesiætlanin? Bíbliulesiætlanin fæst kring alt landið, í kirkjum, fríkirkjum og samkomum. Einstaklingar kunnu bíleggja hana frá Føroyska Bíbliufelagnum á tlf. 78 78 26 ella við at skriva á teldupostin biblia@biblia.fo Bíbliulesiætlanin kirkjuárið 2021-2022 kann eisini takast niður her. Smittuprosent upp á trý – 73 fólk smittað Landslæknin hevur almannakunngjørt tølini eftir kanningarnar í gjár, og hesaferð hava 73 fólk fingið at vita, at tey eru smittað við korona. Tað gevur eitt smittuprosent upp á trý Tað gongur øvutan veg við smittutølunum í Føroyum í løtuni. Eftir at smittutølini seinasta fríggjadag komu upp á 63, vóru tey lægri aftur leygardagin og sunnudagin, tá tey ávikavíst vóru 34 og 48, men í dag boðar landslæknin frá, at 73 fólk hava fingið at vita, at tey eru smittað við korona. Hetta hevur við sær, at tað nú eru 460 fólk smittað, og tað eru 30 fleiri enn í gjár. Hinvegin eru “bara” tvey fólk innløgd, og tað er ein færri enn í gjár. Men talið, sum órógvar er smittuprosentið. Í gjár vórðu 2.434 fólk kannað og tá 73 av teimum eru smittað, gevur tað eitt smittuprosent upp á 3,0, sum er øgiliga langt omanfyri tað, sum myndugleikarnir ynskja. Smittuserfrøðingur: Nýggja frábrigdið smittar meira – kanska minni vandamikið Nýggja koronu-frábrigdið – omikron – er allarhelst longu komið til danska kongaríkið, men er kanska minni vandamikið enn Delta-frábrigdið, sambært Anders Fomsgaard, smittufrøðingini Nýggja koronu-frábrigdið, sum higartil hevur havt navnið B.1.1.529, hevur fingið navnið omikron. Higartil hava flestu tilburðirnir verið staðfestir í Suðurafrika, men ábendingar eru um, at virusið longu er komið til Evropa og til Danmarkar. Nógvir ósvaraðir spurningar eru um nýggja frábrigdið, millum annað hvussu illa tað smittar, og hvat skal gerast við tað, men mest álvarsami spurningurin er kortini, hvussu koppsetingarnar fara at virka móti frábrigdinum. Tveir teir fyrstu smittutilburðarnir við omikron-frábrigdinum er eftir øllum at døma funnir í Danmark. Sambært danska smittuserfrøðinginum Anders Fomsgaard, so sær nýggja frábrigdið út til at smitta meira, og virkar til at vera meira harðfør yvirfyri koppingarevnum, men kanska er hetta frábrigdið minni vandamikið. – Um so er, so kann tað vísa seg at vera ein frelsari í grýlubúna, sigur smittuserfrøðingurin Anders Fomsgaard í samrøðu í Deadline á DR2 í kvøld. Omikron-frábrigdið, ið higartil næstan bara hevur verið at sæð í Suðurafrika, er tað mest muteraða frábrigdið av covid-19 higartil. Sambært Tulio de Oliveira, stjóra á Suðurafrikanska smittustovninum, hevur nýggja frábrigdið fleiri enn 50 mutatiónir, og ivaleyst kemur nýggja frábrigdið frá einum einstakum sjúklingi, ið ikki hevur havt nakra mótstøðuføri móti virusinum. Óttast verður nú, at frábrigdið er so mikið nógv øðrvísi frá upprunaliga virusinum úr Wuhan, at tær koppsetingarnar, ið eru framleiddar, ikki fær at rigga eins væl móti nýggja frábrigdinum, men sambært danska smittuserfrøðinginum, so er hetta frábrigdið kanska minni vandamikið. Øll Deadline-sendingin í kvøld sæst her. Bókaútgáva: Vatnanøvn í Føroyum Fróðskapur hevur givið út bókina Vatnanøvn í Føroyum eftir Eivind Weyhe Størri og smærri vøtn og tjarnir eru at síggja í hópatali um alt landið, í dølum og botnum, við strendur og uppi við fjøll. Verri enn so alt er komið við á kort, helst tí tað er hildið vera ov smátt. Í bókini er miðað eftir at geva eitt so fullfíggjað yvirlit sum til ber yvir navnnevnd vøtn í øllum landinum. Í einum fakligum inngangi verður navnasiðurin og bygnaðurin í nøvnunum lýstur. Sjálvur bulurin í verkinum er ein gjøgnumgongd av øllum nøvnunum, sagt verður frá, hvar vøtnini og tjarnirnar eru, hvussu tey liggja í lendinum, eitt nú í mun til onnur støð, og navnaformur og navnatýdningur verður lýstur. Leisturin í bókini er tann sami sum í bókini Fjallanøvn í Føroyum, sum kom út í 2020. Bókin vendir sær bæði til staðarnavnagranskarar og til fólk við áhuga fyri føroyskum staðarnøvnum, føroyskum máli og føroyskari náttúru. Eivind Weyhe er mag.art. í norrønari filologi og lektari emeritus á Fróðskaparsetri Føroya. Eivind granskar føroyskt mál og mentan, serliga staðarnøvn, mállæru, málføri og kvæði. Hann hevur skrivað bøkur og eina ørgrynnu av greinum til tíðarrit og bløð. Ein stórur partur av greinunum eru savnaðar í bókini Eivindaródn, sum Fróðskapur gav út í 2012. Sama árið fekk hann Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Bókin er 201 blaðsíður við fleiri myndum og kostar 250 krónur. 63 tilburðir í gjár So vaks smittutalið aftur. Í gjár vórðu 63 tilburðir staðfestir Í gjár vóru 63 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. 2.567 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 405 smittað, sjey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum. Kanada: Harðari revsing fyri hóttanir móti heilsustarvsfólkum Løgmálaráðharrin í Kanada legði í gjár eitt lógaruppskot fram, sum millum annað inniheldur strangari revsingar fyri hóttanir og mótmæli á sjúkrahúsum og øðrum heilsustovnum Myndugleikarnir í Kanada hava fingið nokk. Eftir at nógvar ákoyringar hava verið móti heilsustarvsfólkum og stovnum í sjúkrahúsverkinum í Kanada, tí hevur løgmálaráðharrin, David Lametti, í Kanada nú lagt eitt lógaruppskot fram, ið millum annað gevur upp til tíggju ára fongsulsrevsing til tann, sum hóttur ella forðar heilsustarvsfólkum at fremja sítt arbeiði. Í samband við lógaruppskotið sigur løgmálaráðharrin, at mótmælini móti koppsetingini og koronafarsóttini seinastu tíðina er farið ov langt. Í síðstu viku var millum annað ein hending, har “korona-avnoktarir forðaðu børn og ungum at verða koppsett, sum kann bjarga mannalívum”, greiddi David Lametti millum annað frá, tá lógaruppskotið varð lagt fram. Vaksandi hatur til læknar og heilsustarvsfólk Koppseting av børnum millum fimm og 11 ár byrjaði í Kanada mikudagin, eftir at heilsumyndugleikarnir í landinum góvu tummil upp fyri hesum. Forsetin fyri Canadian Medical Association, Katherine Smart, sigur, at tað longu í síðsta ár var vaksandi hatur og illgerðir móti læknum og øðrum heilsustarvsfólkum í Kanada. Sjómanskvinnur heiðraðar í bók Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, hevur í nógv ár savnað tilfar um teir føroysku sjómanskvinnuringarnar og tað stóra, ósjálvsøkna arbeiðið, tær hava gjørt. Tíðliga næsta ár koma søgurnar um sjómanskvinnuringarnar út í bók Til várs kemur fyri fyrstu ferð út bók, sum burtur av er um teir føroysku sjómanskvinnuringarnar. Tað er Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, sum skrivar bókina. Hann hevur verið sjómanstrúboðari síðan 1993, og í meira enn 25 ár hevur hann savnað hópin av tilfari um sjómanskvinnuringarnar. - Fyrstu ferð, eg skrivaði um ein sjómanskvinnuring var í 1994, tá eg skrivaði grein í Trúboðanum um sjómanskvinnuringin við Gjógv. Síðan havi eg fleiri ferðir skrivað í Trúboðan um evnið, og tí lá nógv tilfar, sum eg so fekk hug at savna saman í bók. Vit hava havt tilsamans 69 føroyskar sjómanskvinnuringar, so bókin er í veruleikanum 69 søgur. Eg hevði vónað at blíva liðugur við hana til jóla, men tað eydnaðist ikki, so tað verður tíðliga næsta ár ella til várs, greiðir Torleif Johannesen frá. Í tænastu Heitið á bókini verður sannlíkt “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”. - Vit hoyra nógv um menn og teirra brøgd, men vit hoyra alt ov lítið um tað megnar arbeiðið, sum tær føroysku kvinnurnar altíð hava gjørt. Ætlaða heitið á bókini er tvítýtt og sipar til tað stóra tænandi arbeiði, hesar kvinnurnar gjørdu og enn gera fyri føroyska sjófólkið og familjum tess, og tað bleiv jú alt gjørt í tænastu fyri Harran, sigur Torleif Johannesen. Fyrstu lunnarnir undir teimum føroysku sjómanskvinnuringunum vórðu lagdir á eini kristnari kvinnulegu í Fuglafirði 3. – 5. august 1928. Tá tók Sofía Højgaard úr Rituvík stig til at savna kvinnur til arbeiði fyri føroyskar fiskimenn og teirra familjur. Sofía Højgaard bleiv seinni gift til Miðvágs inn í navnframu Ellefsen-ættina. Ein sonur hennara var Pauli Ellefsen, ið seinni bleiv løgmaður í Føroyum. Úr hesum kvinnufelagsskapinum, sum fevndi um alt landið, sprettu teir fyrstu lokalu sjómanskvinnuringarnir – til dømis kom ein í Klaksvík í 1936 við tilknýti til missiónshúsið Emmaus, ein á Hellunum og ein í Gøtu í 1937, ein á Toftum í 1939, ein í Miðvági í 1940 og so frameftir. Í fyrstani vórðu felagsskapirnir tó ikki kallaðir sjómanskvinnuringar. Tey fyrstu nógvu árini gingu teir undir heitinum SKA (Sjómansmissióninnar Kvinnuliga Arbeiði). SKA-felagsskapirnir mentust og vóru virknir, til klovningur kom í føroysku heimamissiónina í 1947-48. Tá kom stígur í. Piddi blásti lív í Seinni, í 1950’unum, blásti Petur Johannesen – Piddi á Sjómansheiminum – lív í aftur teir fáu ringarnir, ið enn vóru til, og tók stig til, at fleiri nýggir blivu stovnaðir. Tá teir vóru flest, vóru 69 føroyskir sjómanskvinnuringar. Í dag eru teir 35-40. Sjómanskvinnuringarnir eru enn sosialt og andaligt savningarstað fyri nógvar føroyskar kvinnur, og tær gera eisini framvegis eitt stórt sjálvboðið arbeiði til frama fyri sjófólkið. Sjónligasta arbeiðið er helst teir nógvu jólapakkarnir, limirnir í sjómanskvinnuringunum hvørt ár gera til føroysk sjófólk, og sum altíð eru til mikla gleði umborð á skipunum. Dysturin millum B36 og Víkingur eisini útsettur Nú er greitt, at seinna hálvfinalan millum B36 og Víkingur nú eisini er útsett vegna frost - hóast hiti er í vøllinum Tað er komið óvart á vallarvørðin á Tórsvølli, at tað er frost í veðrinum. B36 skrivar nú, at seinna hálvfinalan millum B36 og Víking nú eisini er útsett til mánadagin. Orsøkin er frostur í vøllinum Tað er ikki ein møguleiki at nýta hitan í vøllinum, tí hetta skal tendrast tríggjar dagar undan dystinum, umframt at hetta hevur munandi útreiðslur við sær, so trýst verður ikki á hendan hiti-knøttin. Dysturin verður - eins og í Runavík - ístaðin mánakvøldið klokkan 18. Steypadysturin í Runavík aftur útsettur Fyri aðru ferð er seinna hálvfinalan millum NSÍ og HB útsett Seinna hálvfinalan millum NSÍ og HB skuldi spælast í dag, men tað er kalt í veðrinum, og tí var dysturin útsettur til í morgin. Men nú er greitt, at dysturin enn einaferð má útsetast – aftur hesa ferð er tað kavi og frost, ið ger seg galdandi, tí hann sigur frá køldum veðri í morgin, sunnudagin, eisini. Feløgini bæði upplýsa, at dysturin nú er fluttur til mánakvøldið 29. november klokkan 18. Tá so langt er liðið út á árið, hevur veðrið tað við at arga. Og í ár er heldur einki undantak. Einasti vøllur í landinum, ið hevur hitaskipan, er Tórsvøllur, og har verður dysturin millum B36 og Víkingur spældur í morgin klokkan 15. Fyrru hálvfinaluna vunnu teir ljósabláu 1-0, við máli sum Martin Klein Joensen skoraði. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 4. desember klokkan 16. Nýggj grundupptøkuøki fyri fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu Í Tórshavnar kommunu hevur verið frítt skúlaval í nógv ár. Í fjør vórðu tó nógv fleiri børn skrivað inn í Skúlan á Fløtum, enn pláss er fyri, og tí eru upptøkureglurnar nú dagførdar Í fjør vórðu nógv fleiri børn skrivað inn í Skúlan á Fløtum, enn tað var pláss fyri. Tí verða upptøkureglurnar nú dagførdar í Tórshavnar kommunu. Trivnaðarnevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt dagførdar leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar. Sambært dagførdu leiðreglunum hava skúlarnir í Tórshavnar kommunu nú grundupptøkuøki. Hesi eru samtykt á fundi í Trivnaðarnevndini tann 15. november 2021. Grundupptøkuøkini eru gjørd við støði í talinum á børnum, sum hava aldur at fara í fyrsta flokk skúlaárið 2022/23. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Dagføringin hevur við sær, at um so er, at pláss ikki er fyri øllum teimum innskrivaðu børnunum, sum búgva í grundupptøkuøkinum hjá einum skúla, er leiðreglan tann, at tey verða flutt í skúla í grannaøkinum, meðan tey børn, sum so møguliga ikki fáa pláss har, verða flutt eftir somu leiðreglu. Tú kanst lesa dagførdu leiðreglurnar her: Seks nýggj grundupptøkuøki til skúlarnar Kelda: torshavn.fo Klumman: Urtapottaputl "Men tað er hetta við urtapottum, eg skuldi tríva í. Eg eri als ikki nóg góð við urtapottar, tí teir fara undan mær, hvør einasti ein. Einki riggar, sum eg geri. So havi eg druknað teir ella vætað ov illa. So hava teir fingið ov nógvan hita ella tað øvuta. Ikki til at hava við at gera" Munnu flestu tilkomnu havnarfólk ikki minnast tær prýðiligu pelargoniurnar, ið stóðu í stóru vindeygakarmunum í Nonnuskúlanum? Tær vóru altíð so blómandi, og so hvørt sum eitt blómuhøvd følnaði, tók ein nýggjur knubbi við. Mangur nápaði sær avleggara av pelargonium, ið høvdu ørindi inni á skúlanum. Ikki sørt, at tað frættist, at hesar ongastaðni trivust betur enn í sjálvum karmunum hjá fransiskanarasystrunum. Mundi tað ikki vera systir Tekla, sum átti heiðurin av øllum innigróðrinum út móti Villumsgøtu? Hon var næstan sum eitt álvafljóð, tá hon fór fjaðrandi eftir blankpussaða gongsgólvinum, berandi eina flættaða tasku við koppum og tallerkum í. Upp trappur og inn á snøggu lærarastovuna, har hon setti frá sær ljódliga og borðreiddi fyri læraranum. Jú, berast skuldi úr einum enda í annan, men tað nervaði ikki hesa eldru, fimu, belgisku fransiskanarasystir. Og hon beindi burtur, beint sum klokkan hevði ringt inn aftur og bar oman í køkin í kjallaranum at vaska upp. Men Tekla hevði eitt ílat at koyra kaffi- og tesjattarnar í. Hetta var kanska loyndarmálið, tí hetta var taðing til pelargonirnar. Vandaliga turkaði hon hvørja undirskál við klúti, og so vætaði hon við kaffi/te. Ja, hví ikki? “Men kakaa koyri eg ikki í”, segði hon við sínum góðsliga brosi. Kakaa varð altíð gjørt, tá lærari fylti ár. Og tá var dúkur og flagg á borðinum. Fjálga, fitta Tekla, ein eingil í gerandisdegnum, so leingi tað vardi. Tá systrarnar fluttu niðan í nýggja bústaðin omanfyri skúlan, helt henda tænastan uppat. Nú var skúlin avhendaður kommununi, og tíðin var komin hjá henni at fara heimaftur til Belgia eftir drúgva og trúgva tænastu í kleystrinum í Havn. Men tað er hetta við urtapottum, eg skuldi tríva í. Eg eri als ikki nóg góð við urtapottar, tí teir fara undan mær, hvør einasti ein. Einki riggar, sum eg geri. So havi eg druknað teir ella vætað ov illa. So hava teir fingið ov nógvan hita ella tað øvuta. Ikki til at hava við at gera. Nú er ikki pottalantusesong, men sæla jólatíðin nærkast, og jólastjørnurnar standa í løtuni so prangandi á handilshillum og jólabásum. Og tað er einki við at gera; tær eru tvørligar at passa. Skjótt blikna grønu bløðini og reyða blómukrúnan ringist og rukkast. Einki at siga til, tí tá tú keypir tær, standa tær úti á berajólum, og heima í stovuhitanum fáa tær hitaskelk. Men tit – orkidéir – tær flættast ikki við. Okkurt samband er millum jólastjørnur og viðkvæmar orkidéir. Tær skulu eisini hava passaligan hita og javnvág millum ljós og myrkur. Hvussu hon hevur borið seg at at hóra undan, er mær ein gáta. Hvussu yvirlivir hon, tá hon skal vætast so regluliga og sjáldan og hava støðugan flóleika? Tað má ikki henda, at nakar gjóstur kemur at henni heldur. Tað eru bøkur skrivaðar um orkidéir – fyri byrjarar, fyri royndar urtapottafjepparar, fyri tilvildarlig, og hvat veit eg. Pensumið er drúgt og tvørligt, og eg havi ikki havt hepni við mær í nakrari kategori. Eftir stendur í karminum hjá mær – uttan nakra ávaring – eitt blómufall ella ein stokkfornermað, fyrrverandi orkidé sum ein skorpnaður stelkur. Stelkurin stendur ómælandi og líkasum letur teg vita, at har sært tú, hvussu illa tú tímir at vera góð við meg! Tá kann man bara sleppa sær av við tvørballið og binda frið. At tosa við planturnar sigst dugna trivnaðinum. Men tað liggur ikki til mín at samskifta, tá einki mótspæl er. Men vit fáa so angandi vanilju til jólamandlurísið úr hesi torvunnu og heit tempereraðu plantu. Brúnlittu vaniljustengurnar eru orkidésprotar, men vaniljuskurðurin fer ikki fram í okkara heimligu gluggum natúrligvís. Undraðist mangan um eina orkidé í einum baðirúmi hjá eini skyldkonu norðanfyri. Hugsaði, at har, hon stóð, var passaliga heitt, ljóst og fuktigt. Og hvørja ferð, eg var og vitjaði, mátti eg sníkja meg at eygleiða hetta undrið av eini orkidé. Litirnir fagrir og reinir. Men herfyri var gátan loyst. Ja, gomorin - orkidéin var ein eftirgjørd. Ei dáni í. Í vindeygunum í Nonnuskúlanum eru ongar pelargoniur longur. Tær fóru við systir Teklu. HB-liðskiparin: Vit skulu vinna – longri er tann søgan ikki Teitur Matras Gestsson gleðir seg til seinnu hálvfinaluna móti NSÍ, og er greiður yvir, at HB skal vinna. Eftir 2-2 í fyrra dystinum, er einki avgjørt, og tí kunnu vit vænta ein spennandi dyst við Løkin sunnudagin – Fyrst og fremst hopi eg at nógvir HB-fjepparar koma at stuðla okkum. Tað hava vit brúk fyri, tí uppgávan verður torfør, men als ikki ómøgulig. Vit skulu “bara” skora eitt mál meir enn teir, so eru vit í finaluni. Og tað ber væl til, tí tað hava vit fyrr gjørt í Runavík, sigur Teitur Matras Gestsson við heimasíðuna hjá FSF. Eftir at fyrra hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum NSÍ og HB endaði við javnleiki 2-2, er lagt upp til ein spennandi dyst við Løkin í Runavík sunnudagin klokkan 15. Undan seinna hálvfinaluni hava runavíkingar eitt betri útgangsstøði. Reglurnar er soleiðis, at stendur á jøvnum samanlagt, fer tað liðið víðari, ið hevur skorað fleiri mál á útivølli. Sostatt kann NSÍ klára seg við javnleiki 0-0 ella 1-1 í seinna dystinum. Men verður úrslitið aftur hesaferð 2-2, so verður neyðugt við umdysti – tvær ferðir 15 minuttir – og møguligari brotssparkskapping, fyri at finna ein vinnara. Skuldi tað hent, at úrslitið verður 3-3, so verður tað HB, ið vinnur samanlagt. – Vit hugsa faktiskt ikki so nógv um nakað serligt úrslit. Vit skulu bara vinna, longri er tann søgan ikki. Vit vilja ótrúliga gjarna í hasa finaluna, sigur Teitur Matras Gestsson, ið higartil hevur spælt fýra steypafinalur fyri HB. Og skuldi tað eydnast Teiti og HB at vunni samanlagt á NSÍ, verður hetta fjórða árið á rað, at HB er annað liðið í finaluni um Løgmanssteypið. Í hinari hálvfinaluni møtast B36 og Víkingur, og tann dysturin verður eisini bríkslaður í gongd sunnudagin klokkan 15. Fyrru hálvfinaluna vunnu teir ljósabláu 1-0. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 4. desember klokkan 16. Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo Kunningarfundur: Stuðul til gransking Hvussu er leiðin frá hugskoti til verkætlanarbyrjan, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til eina granskingarverkætlan? Mikudagin 1. desember klokkan 15 skipar Granskingarráðið - í samstarvi við Fróðskaparsetrið - fyri kunnandi fundi um møguleikar og krøv til umsóknir.  Byrjað verður við framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja og hvørjar broytingar eru í treytum í mun til undanfarin ár. Síðani verður greitt frá nýggja umsóknarportalinum og ítøkiligu krøvunum til umsóknir. Høvi verður at seta ítøkiligari spurningar. Fundurin verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju. Tiltakið er alment og ókeypis. Granskingarráðið skrivar á heimasíðu sínari, at almennu koronutilmælini eru galdandi.  Kelda: gransking.fo Varði í føroyskum tónleiki 50 ár Í hesum døgum eru liðin júst hálvthundrað ár, síðan legendariska LP-plátan hjá Harkaliðnum kom. Í hesum sambandi verður sending um hesa plátu at hoyra í útvarpinum í kvøld klokkan 19. Sendingin ber heitið: "Gangið upp á gólv, dansið lystilig" Tað var seint í november 1971, at plátan, sum er onnur LP-plátan við rútmiskum tónleiki í Føroyum, fekst til keyps í plátubúðunum á fyrsta sinni. Appelsingula LP-plátan hjá Faroe Boys, sum kom í ljósmála í februar 1968, er hin fyrsta føroyska LP-plátan við modernaðum, rútmiskum tónleiki. At siga nágreiniliga hvør útgávudagurin hjá LP-plátuni hjá Harkaliðnum var, ber illa til at siga nakað fyri vist um. Men í avísini 14. september frá mikudegnum 30. november 1971, verður sagt, at "í hesum døgum verður nýggj LP-pláta hjá bólkinum Harkaliðnum seld, og at tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins í Keypmannahavn, sum gevur út". Fyrr um heystið kom út singlepláta við tveimum av sangunum av LP-plátuni - sangirnir vóru "Eitt kvøldið so síðla" og "Í dans". Teir ellivu sangirnir á plátuni vórðu tiknir upp í Wifoss-studio í Keypmannahavn á sumri 1971. Áðrenn farið var í upptøkuhølini á Nyvej í Frederiksberg hevði manningin verið í summarhúsi suðuri á Ærø í nakrar dagar. Har høvdu tey fyrireikað seg og lagt til rættis flestu sangirnar. Harkaliðið endurnýggjaði vísu- og kvæðatradisjónina í modernaðum fólkatónleiki, og LP-plátan stendur fyri seg í føroyskum tónleiki. Mong hava skírt nú 50 ára gomlu plátuna sum týðandi varða í føroyskari tónleikasøgu. Ikki øllum dámdi, at tey fýra í bólkinum eksperimenteraðu við gomlum kvæða- og vísuløgum, men teirra tulkingar og framførslur hava eisini kveikt av nýggjum ansin millum ungfólk fyri tí forna føroyska sangskattinum. Annika Hoydal, Jógvan Telling Joensen, Jógvan Dahl og Kári Mouritsen mannaðu Harkaliðið. Í útvarpssending, sum Kringvarpið endursendur í kvøld, greiða tey frá royndunum at gera hesa slóðbrótandi plátu í sínum útisetaárum í Keypmannahavn. Aðrir tónleikarar bera eisini fram sína hugsan um verkið. Sendingin var ein av fleiri sendingum í røðini "Varðar á leiðini", sum Suni Merkistein og Pauli Magnussen gjørdu í vetrarhálvuni 2005/2006. "Gangið upp á gólv, dansið lystilig" - í útvarpinum í kvøld klokkan 19. Federer verður ikki við til Australian Open Og tað er eisini rættiliga ivasamt, um hann verður við Wimbledon. Federer vil tryggja sær, at knøini eru í lagi, áðrenn hann fer at kappast aftur. Roger Federer hevur boðað frá, at hann fer ikki at teljast millum tey luttakandi, tá Australian Open fer av bakkastokki 17. januar. Harumframt sigur Federer, at hann hevði verið ”ótrúliga bilsin”, um hann verður klárur til Wimbledon, sum verður hildin í mei mánaði. 40 ára gamli Federer hevur vunnið Wimbledon átta ferðir og Australian Open seks ferðir, men hevur seinastu árini verið illa plágaður av báðum knøunum. Hetta hevur havt við sær, at hann varð skorðin í knøini tvær ferðir á vári í 2020. Federer koma aftur á ATP tourin í vár, tá hann spældi í millum annað Wimbledon, men mátti aftur á skurðbonkin. Nú er tað so greitt, knøini verða ikki klár til Australian Open, og tað er sera ivasamt, um tey verða klár til Wimbledon, sigur Eurosport. Við sveisiskka Le Matin sigur Federer sambært Eurosport, at hann hevur kortini ætlanir um at royna seg einaferð enn. - Mín ambitión er at vita, hvat eg klári eina seinastu ferð. Eg ynski eisini at siga farvæl á mín egna hátt á einum tennisvølli. Tað er tí, at eg leggi dent á rehabiliteringina, sigur Federer, sum av mongum verður skýrdur at vera besti tennisspælari í søguni. Federer er ikki tann einasti, ið eftir øllum at døma loypir Australian Open um. Fyriskipararnir av Australian Open hava gjørt greitt, at í sambandi við koronureglurnar í statinum Victoria, skulu allir luttakarar í Australian Open vera koppsettir fyri koronu. Novak Djokovic, sum liggur ovast á ATP styrkilistanum, og sum hevur vunnið Australian Open ikki færri enn níggju ferðir, hevur gjørt greitt, at hann vil ikki noyðast at verða koppsettur fyri koronu, hóast hann ikki hevði vilja greitt frá, hvørt hann í grundini er koppsettur ella ei. Trailari farin av vegnum við Funningsfjørð Trailarin var fult lastaður, og tað fer at taka eina løtu at fáa ferðsluna at koyra aftur, sigur løgreglan. Í løtuni er ikki koyrandi gjøgnum vegamótið í Funnigsfirði, sum bindur Funningsveg, Fjarðaveg og Gerðisveg. Tað sigur løgreglan í fráboðan í kvøld. Orsøkin er, at ein trailari er farin av vegnum, og hongur á vegøkslini, sigur løgreglan, sum kortini váttar, at eingin persónsskaði var í óhappinum. Landsverk arbeiðir í løtuni við at fáa trailaran upp aftur. Væntað verður, at arbeiðið kann taka nakrar tímar, tí trailarin er fult lastaður, og stór arbeiðsamboð mugu koyra um Eiðisskarð fyri at koma til hjálpar. Hvør studentur vinnur 40.000 krónur í ár? Mánadagin 29. november klokkan 14 - 15 verður avdúkað, hvør hevur vunnið ársins serritgerðarkapping, sum danska Undirvísingar- og granskingarstýrið samskipar Ein lesandi úr Føroyum, ein úr Grønlandi og ein úr Danmark fáa hvørt ár virðisløn fyri ársins bestu serritgerð, sum so ella so snýr seg um evni innan fyri karmarnar á ríkisfelagsskapinum. Hvør vinnari fær 40.000 krónur. Í ár verður tiltakið hjá Undirvísingar- og granskingarstýrinum mánadagin 29. november klokkan 14 á zoom. Leinkið er her. Í fjør vann Rakul Skaale Andreassen heiðurslønina fyri sína MA-ritgerð um ávirkanina úr enskum á føroyskt tungumál. Lesið meira um tað her. Kelda: Brynhild Thomsen/Fróðskaparsetur Føroya Leivur Samuelsen nýggjur stjóri í 62 Norð Leivur Samuelsen var frammanundan fíggjarleiðari í felagnum. Fyrrverandi stjórin hevur saman við fyrrverandi vinnukundaleiðaranum stovnað nýggja ferðaskrivstovu. Leivur Samuelsen er nýggjur stjóri í samtakinum 62 norð. Tað váttar Heidi Petetersen, eigari, fyri Dimmalætting. Leivur Samuelsen hevur verið fíggjarleiðari í 62 norð, men hevur nú tikið við stjórasessinum, eftir at fyrrverandi stjórin, Bergur Thomsen, fór frá. Bergur Thomsen hevur saman við Brian Djurhuus Nielsen sett á stovn Sensen travel, sum skal vera ein nýggj ferðamannaskrivstova. Brian Djurhuus Nielsen var vinnukundastjóri hjá 62 Norð, samstundis sum Bergur Thomsen var stjóri. Heidi Petersen sigur, at Leivur Samuelsen hevur longu tikið við nýggja starvinum. "Afghanska gentan" er komin til Italia Andlitið hjá Sharbat Gula gjørdist ímyndin av stríðnum hjá afghanska fólkinum í krígnum við Sovjettsamveldið. Nú er "gentan" við skerandi grønu eygunum komin undan kavi aftur og hevur fingið innivist í Italia. Sharbat Gula, afghanska kvinnan, sum í 1985 varð avmyndað á ikonisku forsíðuni á National Geographic, er endað í Italia, eftir at tey sameindu stóðu fyri at flyta fólk burtur úr Afghanistan, tá Taliban hertók landið aftur. Skrivstovan hjá italska forsætismálaráðnum, Mario Draghi, sigur sambært The Guardian, at Italia hjálpti at skipa fyri at fáa Sharbat Gula úr landinum, eftir at hon hevði biðið um hjálp, og at italska stjórnin hevur í hyggjuni at hjálpa henni at venja seg við lívið í Italia. Sharbat Gula, eisini kend sum Afghanska gentan, gjørdist heimskend, tá National Geographic hevði hana á forsíðuni. Myndamaðurin Steve McCurry hevði fangað eina mynd av henni í einari flóttafólkalegu í Pakistan, og serliga eru tað kláru grønu eygu hennara, ið gjørdu myndina kenda. Myndin gjørdist ímyndin av ræðuleikunum, ið afghanska fólki livdu undir undir afghanska krígnum frá 1979 til 1989. McCurry visti ikki, hvør gentan var, tá hann tók mynd av henni í 1985, men í 2002 eydnaðist tað honum at finna fram til hennara fyri fyrstu ferð, síðan myndin varð tikin, og hann kundi tá staðfesta, at gentan, sum tá var vaksin kvinna, var Sharbat Gula. Sambært The Guardian var Gula í 2014 í Pakistan, men hon varð víst úr landinum og fór aftur til Afghanistan. Tey sameindu tóku seg kortini úr aftur Aghanistan í summar, og landið fall samstundis til Taliban herdeildir, sum aftur nú hava ræði á Afghanistan. 32 tilburðir í gjár Í løtuni eru 380 fólk smittað við koronu í Føroyum, og sjey fólk eru innløgd. Í gjár vóru 32 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. 2329 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 380 smittað, sjey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum. SEV: Elprísurin hækkar ikki komandi ár Regluligi eykaaðalfundurin hjá SEV var fyrrapartin, har fíggjarætlanin fyri komandi ár varð samtykt. Greitt er, at tað verða ongar prísbroytingar fyri komandi ár Í dag er Black Friday, og ein freistast til at siga, at SEV heldur eisini Black Friday, eftir at SEV í dag boðar frá, at Elprísurin ikki hækkar fyri komandi ár. Í ár væntar SEV eitt yvirskot á 64 milliónir krónur, og hetta yvirskotið verður brúkt til komandi útbyggingar, skrivar felagið í einum tíðindaskrivi. Fíggjarætlanin fyri 2022 er eisini løgd til rættis uttan prísbroytingar. Hon gevur eitt væntað yvirskot á 65,1 milliónir krónur fyri skatt og 53,3 milliónir krónur eftir skatt, skrivar SEV í frágreiðing frá nevndini. SEV sigur, at komandi úrslitini hjá felagnum skulu liggja á hesum støði, nú stórar útbyggingar eru fyri framman, ið skulu vera til gagns fyri veitingartrygdina, veitingarskylduna og grønu kósina hjá felagnum, samstundis sum munandi eginfígging skal útvegast. Elfelagið sigur, at eftirspurningurin eftir elorku hevur ongantíð verið størri – samstundis sum, at grøna orkuframleiðslan í 2021 liggur undir miðal. Hetta orsakað av frostbinding í fleiri vikur fyrst í árinum og sera góðum veðri í vár og summar, umframt avbjóðingum við generatorfeilum á fleiri vindmyllum. Oljuútreiðslurnar eru tískil met høgar, partvís orsakað av væl hægri oljunýtslu og partvís orsakað av høgum oljuprísi. Eykaaðalfundurin samtykti at geva SEV loyvi til at endurfíggja 1,4 milliardir krónur av verandi skuld, sum fellur til gjaldingar í næstum. Harumframt skal útvegast nýggj fígging á 0,8 milliardir krónur til komandi útbyggingar. Ferðin á grønu kósini skal haldast – Skal stóra orkuskiftið fyri framman eydnast, krevst miðvíst og breitt samstarv millum politisku skipanirnar, orkumyndugleikan, SEV og onnur, segði Kári Johansen, nevndarformaður í SEV, á eykaalfundinum. Pumpuskipanin er alneyðug fyri eina grønari elskipan við væl meiri vindi, og nevndarformaðurin fegnaðist um útsøgnina hjá landsstýrismanninum um, at støða verður tikin til umsóknina um loyvi til pumpuskipan í ár. Onnur grøn átøk Í Vestmannasundi halda royndirnar við sjóvarfalstøknini hjá svensku fyritøkuni Minesto fram. Í hesum sambandi er avtalan, um at SEV keypir framleiðsluna, longd. Sjóvarfalsorka er forsøgin fram um orku frá eitt nú sól og vindi. Hetta ger sjóvarfalsorku til eitt rættuliga áhugavert møguligt ískoyti til samansetingina av grønum orkukeldum í Føroyum. P/F Fjarhitafelagið, sum SEV eigur helvt um helvt við Tórshavnar kommunu, leggur nú høvuðsleiðingina lidna millum miðbýin og vesturbýin. Tað verður eitt munadygt stig fyri inntøkugrundarlagið hjá felagnum. Útbyggingarnar eru í allar størsta mun fíggjaðar við lántøku og hetta ger felagið munandi veikari. Tí er neyðugt, at partaeigarnir styrkja um felagið við at seta munandi meira partapening í felagið, og verður arbeitt við hesum í løtuni. SEV var við í samstarvi við Umhvørvisstovuna og Dansk Energi um at greina búskaparligu treytirnar fyri smærri og størri elframleiðsluverk hjá triðja parti, og serliga um tey viðurskiftini, sum fevna um eginnýtslu. Eginnýtsla kemur fyri, tá ið framleiðslueindin verður íbundin innanfyri elmálaran. Núverandi búskapartreytir hjá SEV innihalda ikki hendan møguleikan, og neyðugt er tí at greina hetta nærri. Harumframt hevði Umhvørvisstovan givið eitt loyvi til eginnýtslu við búskapartreytum, ið SEV ikki kundi góðtaka, og tí kærdi SEV tað ítøkiliga málið til Vinnukærunevndina. Úrskurðurin hjá Vinnukærunevndini kom hin 13. juli í ár, og álegði Umhvørvisstovuni at viðgera málið av nýggjum. SEV hevur ikki hoyrt nakað frá Umhvørvisstovuni í hesum málinum. SEV er við í trý ára norðurlendskari royndarverkætlan um avlopsorku og flexnýtslu, sum Umhvørvisstovan samskipar fyri Norðurlandaráðið. Royndirnar fevna um eina fjarhitaskipan í Leirvík, eina elrikna kylju hjá Bakkafrost og møguliga eisini ein elketil á Sundverkinum. Felagið gjørdi viðmerkingar til uppskotið um ein Orku- og veðurlagspolitikk, ið landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum legði fram fyrr í ár. Átøkini, nevnd í uppskotinum, stuðla undir grønu kósini, og skal verulig ferð koma á brúkaraskiftið, so skulu ein munandi partur av nevndu átøkum setast í verk sum skjótast. Í desember verða tvey ár síðani, at royndarverkið við sólpanelum í Sumba var sett í verk. Í næstum skal frágreiðing gerast um úrslitið av hesi verkætlan, sigur felagið í frágreiðingini frá SEV-nevndini. Magni valdur í nevndina í donskum flogferðslufelag Magni Arge, ið var stjóri í Atlantsflog í 18 ár, er valdur inn í nevndina hjá danska Skyways Technics, sum tekur sær av viðlíkahald av flogførum Magni Arge er nýggjur maður í nevndini hjá Skyways Technics. Felagið tekur sær av viðlíkahald av flogførum. – Eg síggi fram til at arbeiða við Benjamin (Stjórin í Skyways Technichs, red.) og hansara engasjeraða altjóða toymi hjá Skyways Technics. Eg haldi, at felagið hevur stórar menningarmøguleikar til at vaksa í menningini av flogferðsluni. Felagið hevur longu sínar kjarnuførleikar og eina góða altjóða positión við kontórum í Skandinavia, í Miðeystri, Asia og Amerika, sigur Magni Arge í tíðindaskrivi hjá felagnum. Skyways Technics, har Benjamin Jais Nielsen er stjóri, varð stovnað í Keypmannahavn í 2012, men høvuðssæti er í Suðurjútlandi í Sønderborg. Felagið tekur sær av “umvæling og víðlíkahald av flog- og rúmdarførðum”, stendur millum annað í endamálinum hjá fyritøkuni. Eginognin hjá Skyways Technics er 27 milliónir krónur, men felagið hevði í 2020 eitt hall á 7,77 milliónir krónur. Árið fyri var yvirskotið 1,54 milliónir krónur. Í nevndini eru tríggir limir: Henrik Kleis, nevndarformaður, Benjamin Jais Nielsen og Magni Arge. Á starvsleiðini hevur Magni havt drúgvar royndir í leiðandi størvum av ymsum slag. Hann var stjóri í T-Mac frá 1990 til 1993, og í 1995 bleiv hann stjóri í føroyska tjóðarflogfelagnum, Atlantic Airways. Her starvaðist hann í 18 ár fram til 2013. Umframt hetta hevur hann virkað sum formaður í Ferðaráðnum, formaður í Oljuvinnufelagnum og nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Norðoyatunnilin verður stongdur komandi næturnar Vegna arbeiði er Norðoyatunnilin stongdur fyri allari ferðslu um næturnar til fríggjamorgunin. Ferðslan verður tó leidd gjøgnum tunnilin ávísar tíðir um náttina Vegna arbeiði, so er Norðoyatunnilin stongdur fyri allari ferðslu hvørja nátt fram til fríggjamorgunin klokkan seks. Tað vil siga, at tunnilin verður stongdur frá í kvøld 30. november klokkan 22 til fríggjamorgun 3. desember klokkan 06. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin klokkan 23, 24, 02 og klokkan 04 hvørja nátt. Jóna Rasmussen gjørt kærleikskúluna 2021 Kærleikskúlan í ár eitur Skerpingur, og tað gjørdist Doris Hansen, ið fekk fyrstu kúluna fyri sítt arbeiði at betra um korini hjá teimum brekaðu. Tað var Jóna Rasmussen, sum í ár fekk heiðurin at sniðgeva kærleikskúluna hjá Dugna. Kærleikskúlan hevur verið givin út á hvørjum ári seinastu 13 árini, og verður sniðgivin av einum føroyskum listafólki. Kúlan verður seld í avmarkaðum tíðarskeiði, og vinningurin fyri kúluna fer állur sum hann er til at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna. Kærleikskúlan hevur í ár fingið navnið Skerpingur og er ein kúla við svørtum linjum á allari kúluni. Jóna Rasmussen segði um kúluna, at linjurnar eru ikki eins á nakrari kúlu, og tær tí eru eins øðrvísi og avbjóðingarnar, ið vit fáa í lívinum. - Hon er ein áminning um týdningin av at vit hjálpa, vísa virðing og kærleika móti hvørjum øðrum, segði Jóna Rasmussen. Á hvørjum ári verður fyrsta kærleikskúlan latin einari virðiligari fyrimynd, og í ár varð tað Doris Hansen, ið fekk fyrstu kærleikskúluna. Doris Hansen er útbúgvin lærari, tali-, lesi- og hoyrilærari. Doris Hansen er fyrrvernadi forkvinna í MBF, og eisini hevur hon skrivað bókina Søgan um hini, ið er um kor teirra brekaðu í Føroyum fram til 1981, ið var ár teirra brekaðu. Um verkið hjá Doris Hansen segði Jórun Gardar, stýrisforkvinna í Dugna, at hon hevur slóðað fyri nútímans hugsanarhátti og breiðari fatan av fólki við skerdum førleikum. Lena Andersen og maður hennara Niclas Johannesen spældu eisini tvey løg. - Tá vit keypa kærleikskúluna frá Dugna, eru vit saman um at stuðla arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna. Vit kunnu siga, at vit savnast um boðskapin, sum Dugni leggur í kúluna, segði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, tá hann bjóðaði gestunum vælkomnum. Kærleikskúlan Skerpingur fæst til keyps í sølubúðum kring landið fram til 23. desember. Video: Kavarar verið niðri á Kallsevni Tíðliga í august mánaða vóru kavarar niðri á Kallsevni, ið liggur við Mjóvanes. Her er eitt videobrot frá túrinum Kallsevni var á veg til Fuglafjørð at landa 60 tons av sild, tá lastin forskeyt seg og Kallsevni sakk við Mjóvanes 31. mai 1971. Tað var Vikmar eXplorer, ið fann Kallsevni í 2018 í samband við leiting eftir Tjaldrinum, sum millum annað er við á tí sjókortinum (sum Vikmar síðani skuldi taka niður aftur, eftir áheitan frá Umhvørvisstovuni, ið vísti til Lov om stedbestemt information §7 stk), sum vísir hvar Kallsevni liggur. Tíðliga í august mánaða vóru kavarar niðri á Kallsevni, sum liggur við Mjóvanes – út fyri Lambavík. Teir, ið vóru niðri á Kallsevni vóru Bogi Krossteig og Bjørn Friður Mikladal. Talan var um eina Trimix-kaving. Tað er gassblanding, sum verður nýtt við kaving á djypri vatni. Bjørn Fríður Mikladal hevur klipt hetta videobrotið saman frá túrinum: Fakta um Kallsevni: Kallsevni var bygdur sum línuskip á norsku Ulstein-skipasmiðjuni í 1963 til P/F Kimbil v/Poul Hansen Kallsevni var bygningur nr 20H hjá Ulstein Skipið var 38,25 metrar langt og 7,46 metrar breitt. Maskina: 480Hk, B&W Alpha Knattstøðan á vrakinum er: 62°07,382'N 6°33,713'V Aftur nýtt koronufrábrigdi Granskarar óttast, at frábrigdið, ið higartil næstan bara hevur verið at sæð í Suðurafrika, kann verða líka smittandi sum Delta og líka vandamikið sum Beta. Talan er um mest muteraða frábrigdið av covid-19 higartil. Aftur nú hava heilsugranskarar funnið eitt nýtt frábrigið av koronuvirus, og sambært BBC er hesaferð talan um mest muteraða frábrigdið higartil. Higartil hava flestu tilburðirnir verið staðfestir í Suðurafrika, men ábendingar eru um, at virusið kann spjaða seg til onnur lond. Nógv stendur kortini framvegis ósvarað um nýggja frábrigdið, millum annað hvussu illa tað smittar, og hvat skal gerast við tað, men mest álvarsami spurningurin er kortini, hvussu koppsetingarnar fara at virka móti frábrigdinum. Sambært Tulio de Oliveira, stjóra á Suðurafrikanska smittustovninum, hevur nýggja frábrigdið fleiri enn 50 mutatiónir, og ivaleyst kemur nýggja frábrigdið frá einum einstakum sjúklingi, ið ikki hevur havt nakra mótstøðuføri móti virusinum. Óttast verður nú, at frábrigdið er so mikið nógv øðrvísi frá upprunaliga virusinum úr Wuhan, at tær koppsetingarnar, ið eru framleiddar, ikki fær at rigga eins væl móti nýggja frábrigdinum. Millum annað hava granskarar funnið útav, at onkra av mutatiónunum hava teir sæð áður, og millum kendu mutatiónirnar eru nakrar, ið bæði kunnu gera frábrigdið meira smittandi, umframt at tað kann snúgva sær undan fleiri pørtum av okkara immunverju. Onnur frábrigdið hava áður elvt til ótta millum granskarar, men sum kortini ikki eru vorðin til nakað. Til dømis óttaðust granskarar við ársbyrjan Beta frábrigdið, tí tað hevði eginleikar fyri at sleppa sær undan immunverjuni. Beta varianturin var kortini ikki serliga smittandi, og tí gjørdist tað ístaðin delta frábrigdið, ið smittaði illa og sum hevði moderatan eginleika at skáka sær undan immunverjuni, ið gjørdist dominerandi frábrigdið. Men sambært Ravi Gupta, professara á University of Cambridge, hevur nýggja frábrigdið møguliga møguleika fyri at hava báðar eginleikar, sigur BBC. Frábrigdið hevur higartil fingið navnið B.1.1.529, men væntandi fær tað eisini ein grikskan stav, eins og hini frábrigdini. Oddagrein: Nú seta vit ferðina upp Fyri okkum, sum halda jól, er henda tíðin nakað serligt. Tey flestu okkara minnast, hvussu tað plagdi at vera, og so royna vit at hugna okkum og fáa tað besta burturúr, sjálvt um jólini í dag ikki eru sum tey vóru, tá vit vóru smá Sjálvt um vit plaga at breggja okkum av, at vit um jólini taka okkum av løttu, eta væl, lesa, spæla, lurta og vitja vinir og kenningar, so er tað ikki friðurin, sum er tað sum eyðkennir tann mánaðin, sum vit settu á, tá hetta blaðið fór til prentingar mikudagin. Væl vita vit, at vit hava ikki sett hol á desember, men júst mikudagin var ein mánaður til jólaaftan, og sunnudagin er fyrstu sunnudagur í advent. Og haðani gongur tað fyri so vítt bara “niður á bakka”. Hetta skal sjálvandi lesast við einum skálkabrosi, tí sannleikin er jú tann, at hiðani gongur alt fram ímóti – ella upp ímóti – jólahátíðini, sum í ár fellur uppá eitt vikuskifti. Tað vil siga, at jólini í sjálvum sær vera nokkso stutt, tí jólaaftan fellur á ein fríggjadag og longu mánadagin skulu fleiri longu aftur til arbeiðis. Jólini eru nakað serligt, og henda tíðin er tí eisini nakað serligt. Vit rigga til, hvør í sínum lagi, tað verður pyntað í øllum heimum, á arbeiðsplássum og, ikki minst í skúlum, so børnini kunnu hugna sær fram móti jólafrítíðini. Tey sum ikki skulu til tungar próvtøkur sjálvandi. Fyri okkum, sum halda jól, er henda tíðin nakað serligt. Tey flestu okkara minnast, hvussu tað plagdi at vera, og so royna vit at hugna okkum og fáa tað besta burturúr, sjálvt um jólini í dag ikki eru sum tey vóru, tá vit vóru smá. Og tað eru tey ikki. Í øllum førum ikki, sum tá eg var smádrongur. Samfelagið er broytt, vit hava so øgiliga nógv størri møguleikar og tí hava jólini ein heilt annan form enn tey høvdu fyri hálvthundrað árum síðan; tá eg var sjey, og tað sæst aftur. Tá brúktu vit ikki so stóra orku uppá sjónvarp og filmar, tí teir vóru ikki har. Ístaðin gjørdu vit okkurt annað, sum børn og teirra foreldur ikki gera í dag. Men tað merkir ikki endiliga, at jólini tá vóru betri. Tey vóru bara øðrvísi og tað er lívsins gongd. Lívið broytist, so hvørt sum samfelagið eisini ger tað, og á leiðini broytast vit øll við. Frá nú av, verður runnið skjótari, til jólahátíðin brádliga stendur frammanfyri okkum. Hjá okkum byrjar tað við jólablaðnum í dag, har vit hava gjørt eitt sindur av eyka tilfari um jólini. Ja, vit vita væl at tað er tíðliga, men tað eru treytirnar, tá man arbeiðir í hesi vinnuni, og tað halda vit okkum til. Sjálvt um hetta er eitt jólablað, so halda vit at tað er at stramma tað at ynskja fólki gleðilig jól. Heldur fara vit at ynskja tykkum ein góðan desember mánað, vónandi verður hann ikki alt ov stressandi. Hugnið tykkum í tíðini sum kemur. Menningarsamstarv: Til Tansania at undirvísa í havrætti Stórt skeið í havrætti verður í næsta mánaði í Tansania sum partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Jarðfeingi, danska GEUS og African Institute of International Law Mánadagin 13. - 18. desember verður skeið í havrætti í Tansania í Arusha. Skeiðið er partur av "Summer Academy on the Continental Shelf 2021 (SACS), sum nú verður tikið upp aftur eftir tvey ára steðg. Hetta er triðju ferð, at skeiðið verður hildið í Arusha í Tansania, og tað er partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Jarðfeingi, danska GEUS og African Institute of International Law (AIIL). Skeiðið hevur til endamáls at menna førleikar í landgrunsviðurskiftum hjá menningarlondum, og á hesum øki hava Føroyar hava holla vitan og royndir. Í høvuðsheitum er skeiðið fíggjað av játtanini til menningarsamstarv frá Føroya landsstýri og er knýtt at eini samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og AIIL Skeiðið hevur verið hildið í Føroyum tríggjar ferðir frammanundan. Umleið 25 av teimum 30 luttakarunum eru úr sjey ymsum afrikanskum londum, og so eru eisini aðrir luttakarar úr øðrum londum kring um í heiminum. Í 2022 verður SACS eftir ætlan hildið á National University of Singapore, NUS. Endamálið við hesum er í mest møguligan mun at røkka og stuðla menningarlondum í Fjareystri og Osiania. Teir føroysku undirvísararnir á skeiðinum eru Bjørn Kunoy, løgfrøðingur og leiðandi umboð landsstýrisins í marknamálum, Martin Heinesen, jarðfrøðingur og limur í Landgrunsnevnd ST (CLCS) og Finn Mørk, jarðfrøðingur og serkønur í landgrunsmálum á GEUS. Eisini undirvísa aðrir altjóða serfrøðingar í løgfrøði og limir í CLCS. Les meira um SACS-skeiðið á heimasíðuni hjá Setrinum her.  Kelda: Brynhild Thomsen/Fróðskaparsetur Føroya 39 tilburðir í gjár 39 smittutilburðir vóru funnin í umleið 2.000 kanningum Í gjár vóru 39 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu, skrivar korona.fo. 1.968 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 387 fólk smittað, sjey eru innløgd, og 13 fólk eru deyð við koronu í Føroyum. Kelda: korona.fo Norska postverki gjørt ein jólafilm við samkyndum jólamanni – Tað fara nokk at koma neiligar reaktiónir frá mongum, men tað eru vit fyrireikaði upp á, sigur marknaðarstjórin í norska postverkinum, nú felagið hevur gjørt ein nýggjan jólafilm, har jólamaðurin er samkyndur. Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark hálovar filminum Norska postverki hevur gjørt ein jólafilm seinastu tvey árini, og í ár er einki undantak. Ársins jólafilmur er um ein samkyndan jólamann, sum hevur ein stóran viðhaldsmann, ið leingist á hvørjum ári eftir at sleppa síggja jólamannin aftur. Ársins filmur hevur fingið heitið “When Harry met Santa”. – Eftir góða móttøku seinastu tvey árini, so hava fólk spurt okkum, nær okkara næsti jólafilmur kemur og hvat evnið verður. Undanfarnu árini hava filmarnir verið skemtiligir, men í ár er tað kærleiki fyri allar pengarnar, sigur Monica Solberg, ið er marknaðarstjóri fyri norska postverki fyri norska miðilin Kampanje. Jólafilmurin sæst her: Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark Rufus Gifford, sum er opin samkyndur elskar filmin. Hann skrivar á sínum Twitter-vanga: “Eg elski Skandinavia. Ímynda tær, um amerikanska postverki gjørdi eina tílíka lýsing”. Síðani hevur hann sett eitt norskt flagg og eitt hjarta til endans í dagføringini. 50 ár síðani homoseksualitetur varð avkriminaliseraður Hugskotið aftanfyri filmin kemur frá, at tað í 2022 eru liðin 50 ár síðani, at tað helt uppat at vera revsivert at vera samkyndur í Norra. – Avkriminaliseringin var fyrsta stigið í stríðnum fyri javnrætti og ymiskleika í Norra. 1972 er ikki so leingi síðani, og vit eru glað fyri, at Norra er komið víðari, sigur Oda Rygh, samskiftisleiðari fyri FRI - Foreningen for kjønns- og seksualitetsmangfold og sigur víðari: – Jólini eru ein tíð, har vit brúka tíð saman við teimum, vit eru góð við, tí er tað gott at síggja, at Posten (norska postverki, red.) vísur hetta, at kærleikin hoyrir til øll, óansæð kyn, aldur ella um tú býrt á Norðpólinum. Í fjør gjørdi Posten ein jólafilm, har norska postverki gjørdi gjøldur burturúr Donald Trump við hesum jólafilmi "Make Christmas Great Again": Korona útsetir Neistan - VÍF Dysturin skuldi spælast kl. 20 í kvøld, men koronustøðan ger, at dysturin má útsetast. Dysturin millum Neistan og VÍF í bestu mansdeildini í hondbólti, sum eftir ætlan skuldi spælast kl. 20 í kvøld, er útsettur. Tað sigur Hondbóltssambandið í dag. Orsøkin til útsetingina er koronusmittan, sigur Hondbóltssambandið. VÌF og Neistin liggja í løtuni á 3. og 4. plássi í Burn deildini við ávikavist 10 og átta stigum. Mánadagin komu annars nýggjar koronureglur í gildi fyri allar hondbóltsdystir fyri liðini frá U14 og uppeftir. Nýggja kravið hjá Hondbóltssambandinum er, at allir leikarar skulu hava koronupass, antin sum talgilt pass ella við gulu koppsetingarbókini. Eisini verður negativ PCR kanning góðtikin. Fyri áskoðarar vísir Hondbóltssambandið til almennu koronutilmælini, sum í verandi løtu siga, at upp til 200 koppsett fólk kunnu savnast innandura. Koronukanningar í Vestmanna Nú verða koronukanningar gjørdar í Miðhøllini, Hallarvegur 16 í Vestmanna Nú er avtala komin uppá pláss millum Sjúkrahúsverkið, Vestmanna Kommunu og Kvívíkar Kommunu og farið verið undir at kanna fólk fyri koronu í Vestmanna skúla. Tað skrivar Sjúkrahúsverkið á sínum Facebook-vanga. Har stendur eisini, at kommunurnar fegnast um, at hetta nú kann lata seg gera og vóna, at fólkið í bygdunum fara at nýta hetta tilboðið, so koronusmittan kann basast og at vit koma hartil, at vit øll kunnu fá ein vanligan dagligdag aftur og ikki minst, eini koronafríð jól, skrivar Sjúkrahúsverkið. Sjúkrahúsverkið vónar, at fólk í felag gera sítt til at basa koronuni og fylgja teimum tilmælum, sum eru sett í verk. Bílegging fer fram á korona.fo Longu nú er gjørligt at bíleggja sær tíðir til fríggjadagin 26. og sunnudagin 28. november. Kannað verður frá klokkan 17 – 19, skrivar Sjúkrahúsverkið á sínum Facebook-vanga.   Politikkarar: Koronukanningar eru ov dýrar fyri landskassan Heilsumyndugleikarnar vilja, at fólk skulu kannað seg fyri koronu, men politikkarar halda, at koronukanningar er ov dýrar fyri landskassan – eisini halda politikkarnir, at føroyingar kanna seg mest í heiminum, men tað er ikki heilt rætt Heilsumyndugleikararnir siga enn sum áður, at fólk eiga at kanna seg, um illgruni er um koronu. Eisini verður mælt til, at fólk lata seg kanna fyri koronu áðrenn jólaborðhaldini, sum so smátt eru byrjaði. Hetta halda politkkarar kostar ov nógv fyri landskassan. "Tað er nátúrligt, at nógv fóru at kanna seg fyri koronu, tá smittan vaks so nógv í oktober, men vit eiga at umhugsa, hvussu vøksturin verður tálmaður," søgdu samgonguflokkarnir og Sjálvstýri í álitinum til uppskotið um eykajáttan fyri oktober. Í eykajáttanini fyri oktober, biður fíggjarmálaráðið um at fáa 12 milliónir krónur aftrat til koronukanningar á Landssjúkrahúsinum, men landsstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen hevur upplýst fyri fíggjarnevndini, at samlaðu útreiðslurnar fyri koronukanningar verða 24 milliónir krónur í ár, og hesir mælir meirilutin í nevndini til at játta. Løgtingið endaði við at samtykkja eina játtan á 12 milliónir krónur afturat til koronukanningar í hesum árinum, men samstundis skal ein vegleiðing gerast, nær neyðugt er at lata seg kanna. Hetta, tí politikkarar nú eru farnir at tala at, tí koronukanningarnar eru ov dýrar fyri landskassan. Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vísur millum annað á, at eftir fólkatalinum, so verða fýra ferðir so nógvar koronukanningar framdar í Føroyum, enn í øðrum londum, men tað er nú ikki heilt rætt. Danmark kannar mest – Føroyar fjórðmestHyggja vit inn á hagtalsstovnin worldometer, so sæst, at Føroyar er tað landið í heiminum, ið kannar fjórðmest, sum sæst á talvuni niðanfyri. Í alt eru nú framdar 552.000 koronukanningar í Føroyum (seinast dagført tann 24. november, red.), sum svarar til 11,2 milliónir kanningar per eina millión íbúgvar. Danmark er tað landið í heiminum, har mest verður kannað. Har eru í alt 91.7 milliónir koronukanningar framdar, sum svarar til 15,8 milliónir kanningar per eina millión íbúgvar. Gibraltar nummar tvey við 12,1 milliónir kanningum per eina millión, Eysturríki nummar trý við 11,9 milliónir kanningar per eina millión og Føroyar á fjórða plássi við 11,2 milliónum. Frá fimm kanningarstøðum til 160 kanningarstøð í DanmarkTað byrjaði við fimm teltum. Nú er møguligt at kanna seg á 160 ymiskum støðum í Danmark. Samstundis eru umstøðurnar betraðar á báðum kanningarstovunum í Keypmannahavn og Aarhus, sum kanna royndir døgnið runt allar sjey dagar um vikuna, og hevur ein kapasitet at analysera upp móti 177.000 koronukanningar um dagin. Onkran dagin hevur talið verið yvir 200.000 kanningar, skrivar Statens Serums Institut á heimasíðu sínari. Fólk skulu gjalda sjálviFøroyskir politikkarar rógva framundir, at fyri at lætta um útreiðslurnar hjá landskassanum, so er ein máti – at fáa útreiðslurnar til koronukanningar niður – at farið verður aftur til at kanna fólk við landamarkið, men at brúkarin sjálvur rindar fyri kanningina. Meirilutin í fíggjarnevndini heldur eisini, at tey arbeiðspláss, sum krevja, at fólk skulu kannast fyri koronu, skulu rinda fyri hetta sjálvi. Ferðsluóhapp á Grønlandsvegnum Dimmalætting frættir, at ferðslan er í løtuni tarnað av árendu bilunum. Eitt ferðsluóhapp hevur fyri lítlari løtu síðani verið á Grønlandsvegnum, har tríggir bilar vóru innblandaðir. Vaktleiðarin hjá løgregluni sigur, at talan var um eitt hálkuhapp, men at eingin persónsskaði stóðst av hendingini. Eygnavitni, ið Dimmalætting hevur frætt frá, siga, at ferðslan eftir vegnum sær út til at vera tarnað av árendu bilunum. EMA góðkent Pfizer til fimm ára gomul Nú skal ES kommissiónin gera av, um koppsetingin til børn niður í fimm ára aldur skal góðkennast til brúk í øllum ES. Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, hevur í dag góðkent koronukoppsetingina frá Pfizer/BioNTech til børn millum fimm og 11 ár. Tað sigur DR. Heilivágurin var av EMA frammanundan góðkendur til børn niður í 12 ár, og hann var somuleiðis góðkendur av donsku og føroysku heilsumyndugleikunum til børn í sama aldri. Sambært DR sigur MEA, at eingi onnur hjáárin eru funnin, sum eru øðrvísi enn tey hjáárini, ið vaksin fáa, men børn fara kortini bert at fáa ein triðjapart av tí skamtinum, ið vaksin fáa. Nú skal ES kommissiónin gera av, um koppsetingin skal góðkennast til alt ES. ES kommissiónin plagar at fylgja tilmælunum frá EMA. Tað verður síðani upp til danska heilsustýrið at gera av, hvørt børn niður í fimm ár skulu koppsetast í Danmark, og somuleiðis skal takast støða til hetta í Føroyum. Leggjast kann aftrat, at koppsetingarbólkurin hevur higartil fylgt koppsetingarmynstrinum í Danmark. So varð Squid Game veruleiki 456 amerikanskir luttakarar hava dystast í einari Youtube framleiðslu av kendu Netflix røðini Squid Game. Framleiðslan kostaði 3,5 milliónir dollarar, og hepni vinnarin fór heim við 456.000 dollarum, okkurt um trimum milliónum krónum. Tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn kenda koreanska sjónvarpsrøðin Squid Game fór at verða veruleiki, og í gjár varð fyrsta ”veruliga” Squid Game kappingin almannakunngjørd á Youtube. Tað er amerikanski Youtubarin MrBeast, sum hevur framleitt eina Youtube útgávu av Squid Game, sjálvandi við 456 luttakarum. Í upprunaligu Squid Game sendirøðini verða 456 koreanar, sum eru í fíggjarligum trupulleikum, rændir til eitt fjarskotið stað, har teir skulu dystast í einari røð av deyðiligum avbjóðingum fyri at vinna 45,6 milliardir won, okkurt um 253 milliónir krónur. Í Squid Game hjá MrBeast dystast luttakararnir um 456.000 dollarar, góðar tríggjar milliónir krónur. MrBeast, sum eitur Jimmy Donaldson í veruleikanum, hevur gjørt sær karrieru úr at framleiða dýr Youtube stunts, og eftir at Squid Game varð givið út á Netflix, gjørdi hann fylgjarum sínum greitt, at fekk hann 10 milliónir likes á TikTok, skuldi hann skipa fyri einum veruligum Squid Game. Tað TikTokið hevur í dag 17,9 milliónir likes. Squid Game sjónbandið hjá MrBeast varð lagt á Youtube í gjár, og hevur longu fingið 30 milliónir views. Tá undirritaði settist at skriva, hevði sjónbandið fingið 29,5 milliónir views. Í Squid Game sjónbandinum eru so at siga somu avbjóðingar, ið óhepnu koreanarnir fara ígjøgnum; millum annað reytt ljós stopp, togtogan og glaskúluspæl. Luttakararnir hjá MrBeast fáa kortini ikki somu lagnu sum luttakararnir í koreanska Squid Game. Tapti tú í upprunaliga Squid Game, doyði tú – antin tí avbjóðingin í sjálvum sær hevði deyðan til fylgju, ella tí at kappingarvørðarnir skutu teg. Luttakararnir í Youtube Squid Game sleppa eitt sindur lættari. Hvør teirra hevur fingið ein ”blóðpakka” inn um blusuna, og um dómarin metir, at tú hevur tapt, verður blóðpakkin brostin, og spælarin er úti. Tað hevur kostað MrBeast 3,5 milliónir dollarar, okkurt um 23 milliónir krónur, at framleiða Squid Game til Youtube, og framleiðslan varð millum annað fíggjað av sponsorinum Brawl Stars, ið er eitt telduspæl til fartelefonir. Trýst á sjónbandið niðanfyri fyri at síggja, hvussu tað eydnaðist teimum 456 luttakarum í Squid Game. "Eg koyri teg, tú koyrir meg" Hetta er árstíðin, har vit vanliga fara í jólaborðhald at hugna okkum saman við vinum og starvsfeløgum. Og hóast vit kanska ikki hittast og koma saman á júst sama hátt, sum áðrenn korona rakti samfelagið, so eru óivað nógv sum kortini gleða seg til hesa tíðina við hugna og veitslulag Eins og undanfarin ár, fara Ráðið fyri Ferðslutrygd (í samstarvi við Betri Trygging og Trygd) at fremja átak fyri at steðga rúskoyring. Hetta verður gjørt við filminum  ”Eg koyri teg, tú koyrir meg”, ið er úrslitið av stóru hugskotskappingini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd síðsta vetur. Filmslýsingin verður í hesum døgum víst í sjónvarpi, biografi og á sosialum miðlum. Brynhild Nolsøe í Lágabø úr Vági vann kappingina, og luttekur saman við vinfólki í lýsingini. Brynhild kennir sjálv til avbjóðingarnar av at vera partur av náttarlívinum í aðrari bygd, enn teirri tú býrt í. Tí bygdi hennara hugskot á egnar royndir. Í vinarbólkinum hjá Brynhild hava tey gjørt eina avtalu, ið byggir á tankan: ”Eg koyri teg, tú koyrir meg.” Hetta merkir, at tey skiftast um at koyra: - Avtalan er tann, at um eitt vinfólk er farið í býin og eg liggi heima, so ringja tey til mín, og eg fari upp at koyra tey. Um eg eri farin í býin og okkurt vinfólk liggur heima, so koma tey eisini upp at koyra meg. Tað er líkamikið um tað er morgun, dagur ella nátt, greiddi Brynhild frá í lýsingarfilminum, ið er komin burtur úr hugskotinum hjá Brynhild. - Vit valdu at gera eina hugskotskapping, har ung fólk sluppu at seta dagsskránna, og úrslitið gjørdist hesin filmurin, ið byggir á tey hugskot, ið tey ungu sjálvi høvdu, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Eftir at vinnarin varð funnin, hevur Brynhild arbeitt saman við eini lýsingarstovu við at menna hugskotið til eina lidna lýsing. Í lýsingini síggja vit Brynhild og hennara vinfólk í býnum og á veg til hús. Í samráð við Brynhild er lýsingin blivin jalig og uppbyggjandi, heldur enn fordømandi og neilig. Hugburðurin til rúskoyring er broyttur munandi seinastu nógvu árini, og heili 98% av føroyingum siga at rúskoyring verður ikki góðtikin. Men kortini verða bilførarar javnan tiknir við promillu í blóðinum. Harafturat er rúskoyring orsøk til fjórðu hvørja deyðsvanlukku í ferðsluni, vísa tøl úr norðurlondum. Tí er tað eisini í 2021 týdningarmikið at tosa um at steðga rúskoyring! Átakið heldur fram hetta til nýggjárs og løgreglan ger rúskanningar, meðan átakið er. Eisini fer løgreglan at lata bilførarum, sum hava síni viðurskifti í ordan, snøggar lyklaringar við boðskapinum "Eg koyri teg, tú koyrir meg". Tvífalt so nógvar gistingar í oktober 2021 enn árið fyri Eins og í september, vóru næstan tvífalt so nógvar gistingar í oktober í mun til í fjør. Í oktober vóru gistinæsturnar umleið 16.400 í tali, sum er er met fyri einstakan oktobermánað. Gistinæturnar vuksu 88 prosent samanborið við sama mánað í fjør ella 22 prosent í mun til 2019, siga nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya Í oktober í ár vóru 16.433 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru umleið 7.700 fleiri gistingar samanborið við sama mánað í fjør. Hóast talið av gistingum í Føroyum eru øktar til næstan tvífalt so nógvar gistingar í oktober í ár í mun til í fjør, so er talið í Føroyum ikki økt eins nógv sum í Danmark og øðrum londum. Talið av gistináttum hjá dønum tvífaldaðist í mun til sama mánað í fjør, meðan talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn trífaldaðist. Innskrivingar Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru góðar 6.500 í tali í oktober, sum er 65 prosent fleiri enn í fjør. Vøksturin er 23 prosent meira enn sama mánað í 2019. Nýtslustig Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Umleið 48 prosent av kømrunum vórðu brúkt í oktober, samanborið við 33 prosent í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 62 prosent. Í fjør vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri. Gistingar og innskrivingar higartil í ár Verður hugt at mánaðunum í ár samanlagt, sæst at bæði gistingarnar og innskrivingarnar eru nærum tvífaldaðar í mun til í fjør. Kelda: Hagstova Føroya Helen fer til Íslands Helen Lorraine Nkwocha, sum gjørdi sáttmála sum høvuðsungdómsvenjari hjá TB í byrjanini av árinunum, fer nú til Íslands at vera venjari 45-ára gamla Helen Lorraine Nkwocha fer til Íslands at vera venjari hjá eykaliðnum hjá Drótti (Þróttur, red.) umframt at venja nøkur ungdómslið hjá íslendska felagnum. Hon byrjar sum venjari har nú í november. Tað kunnger íslendska felagið TB skrivar á sínum Facebook-vanga, at felagið vildi gjarna hava hana til at halda fram, men nú er greitt, at Helen fer til Íslands at arbeiða sum venjari. Helen hevur drúgvar royndir sum ungdómsvenjari og hevur tikið nógvar fótbóltsvenjaraútbúgvingar. Hóast hon er fødd í London, og hevur spælt fótbólt við eitt nú Crystal Palace og Fulham, so hevur hon verið víða um í hennara venjarayrki, har hon millum annað hevur verið venjari í USA og Kina. Helen Lorraine Nkwocha hevur skrivað sáttmála við Þróttur, har hon skal venja eykaliðið hjá kvinnunum, sum spælir í triðbestu deildini í íslendsku kvinnudeildini, men felagið ætlar at satsa meira upp á kvinnufótbólt, skrivar felagið, og her skal Helen hjálpa til at gera mun. Hon skal eisini venja tvey onnur ungdómslið. Rætting: Vit skrivaðu fyrr í dag, at Helen hevði gjørt ein tvey-ára sáttmála við TB, men talan var bert um hetta kappingarárið. 10.000 krónur fyri sílaroðslu Sílagransking: Fríggjadagin 10. desembur klokkan 14 verður lutakast um vinnaran av 10.000 skattafríum krónum Drigið verður millum allar brævbjálvar við roðsluroyndum, sum sílafiskarar hava sent inn til P/F Fiskaaling síðan lutakastið í fjør. Men enn ber til at luttaka! Send inn brævbjálvan við roðsluroyndum og uppmátingum, so hesar eru Fiskaaling í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. desember. Nærri vegleiðing til luttøku sæst her. Bjálvarnir til endamálið fáast frá Fiskaaling á tel. 47 47 47 ella skriva til fiskur@fiskaaling.fo. Lutakast Tað er Landsgrannskoðarin, ið dregur lut um vinnaran fríggjadagin tann 10. desember. Vinnarin verður kunngjørdur á heimasíðuni hjá Fiskaaling og í fjølmiðlunum. Vit seta okkum sjálvandi eisini beinleiðis í samband við vinnaran. Í løtuni eru umleið 130 brævbjálvar innkomnir, men enn er rúm fyri fleiri. Einasta treytin er, at bjálvarnir eru okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. desember 2021. Verkætlanin verður fíggjað av Havbúnaðarfelagnum. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Fiskaaling. Helen heldur ikki fram í TB Hon gjørdist í heyst fyrsta kvinnan, sum gjørdist høvuðsvenjari hjá einum liði í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í einum UEFA-limalandi, men nú er greitt, at Helen Lorraine Nkwocha gevst sum ungdóms- og høvuðsvenjari í TB TB skal hava nýggjan høvuðsvenjara og høvuðsungdómsvenjara. TB skrivar á sínum Facebook-vanga, at felagið takkar henni fyri tíðina í TB og ynskir henni alt tað besta: “Í sambandi við, at okur skulu siga farvæl við Helen, ynskir nevndin at bjóða øllum venjarum og spælarum til eina hugnaløtu við Stórá í morgin 25/11 kl. 15.00, har tykur fáa høvi at heilsa uppá Helen, takka fyri tíðina hon hevur verið í TB og ynskja henni blíðan byr, nú hon fer víðari til nýggjar og spennandi avbjóðingar”. Helen L. Nkwocha kom til TB fyrst í árinum, tá at hon var sett sum høvuðsungdómsvenjari hjá TB, men hon gjørdist høvuðsvenjari tann 22. september, eftir at TB og Lars Hage Heiliger høvdu steðga samstarvinum.   Helen gjørdist sostatt fyrsta kvinnan nakrantíð, ið er høvuðsvenjari hjá einum liðið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í einum UEFA-limalandi, tá hon átøk sær venjarauppgávuna sum høvuðsvenjari í TB, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Tá tann 45-ára gamla Helen, sum er fødd í London, fekk bjóðað starvið sum høvuðsvenjari fyri TB, so ivaðist hon ongantíð. – Mær nýttist ikki at hugsa meg um tvær ferðir. Eg segði ja beinavegin, segði hon í samrøðu við BBC Sport í heyst. – Tað var ymiskt, hvat fyri reaktiónir fólk høvdu vegna mítt kyn, men eg vandi meg við tað. At venja eitt manslið er ikki nakað nýtt fyri meg. Eg havi arbeitt við fleiri mannfólkum enn kvinnum í míni yrkisleið. Einasti munurin er, at tað nú er á einum hægri støði, segði hon í samrøðuni við BBC Sport. TB endaði hetta kappingarárið nummar tíggju í Betri Deildini við bert trimum stigum, og skal komandi kappingarár spæla í næstbestu deildini. 53 tilburðir aftrat Smittutalið ger aftur eitt kvink uppeftir, og í gjár vórðu 53 tilburðir av koronu staðfestir. Í løtuni eru 389 smittað í Føroyum. Í gjár vóru 53 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. 2423 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 389 smittað, sjey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum. Landslæknin stongt skúlan í Vestmanna Smittan á skúlanum er so høg, at neyðugt er at stongja skúlan til fimta desember. Eingin guðstænasta verður heldur í kirkjuni í Vestmanna sunnudagin. Somikið nógv smitta er á skúlanum í Vestmanna, at landslæknin hevur í dag givið boð um at steingja skúlan. Tað boðar skúlin frá í dag. Samstundis sigur kirkjan í Vestmanna, at eingin kirkjugongd verður í Vestmanna kirkju sunnudagin, hóast allar aðrar kirkjur í landinum lata upp aftur. Skúlin er stongdur frá í morgin 25.11.2021 og til og við 5.12.2021. Hetta tíðarskeiðið fylgja 1. til 4. flokkur vikuætlanini, meðan 5. til 10. flokkur fáa undirvísing umvegis Meet, sigur Vestmanna skúli. Vestmanna skúli hevur hesar leiðreglur í sambandi við sjúkar næmingar:  Tað er ógvuliga umráðandi at næmingar, sum ikki eru koppsettir, og hava verið í samband við fólk, sum eru testað positiv fyri koronu, halda tilmælini. Tey, ið ikki eru koppsett fara í sóttarhald í 10 dagar frá seinastu kontakt umframt at testa seg 4. 6. og 10. dag. Tey, ið eru fult koppsett fara ikki í sóttarhald men testa seg 4. og 6. dag Fyrsti kvinnuliga forsætisráðharrin í Svøríki náddi at vera forsætisráðharri í sjey tímar Í morgun gjørdist Magdalena Andersson fyrst kvinnuligi forsætisráðharrin í Svøríki. Nú takkar hon fyri seg Svenski Ríkisdagurin valdi fyrrapartin 54 ára gomlu, Magdalenu Andersson, til nýggjan forsætisráðharra í Svøríki – tann fyrsti kvinnuligi kvinnuligi forsætisráðharrin í Svøríki, men nú takkar hon fyri seg, eftir at hava staðið við róðið í sjey tímar. Magdalene Andersson náddi at vera forsætisráðharri í nakrar fáar tímar, áðrenn hon bað um at verða loyst úr embætinum, tí stjórnin er skrædnað. Hetta kunngjørdi hon á tíðindafundi fyri løtu síðani – sjey tímar eftir, at Ríkisdagurin, við einum lítlum meiriluta góðkendi hana sum avloysari fyri sín sosialdemokratiska starvsfelaga Stefan Löfven. Tað skrivar tíðindastovan TT. Orsøkin er, at svenski Umhvørvisflokkurin, ið var í stjórn saman við Sosialdemokratunum, hevur vent samgonguni bakið, eftir at tað gjørdist greitt, at borgarliga andstøðan fekk ein meiriluta við at atkvøða sína fíggjarlóg ígjøgnum.   Beint frammanundan var uppskot til fíggjarlóg hjá stjórnini felt av Ríkisdegnum seinnapartin í dag. Svenski Umhvørvisflokkurin gjørdi beinavegin greitt, eftir at uppskotið til fíggjarlóg hjá stjórnini varð felt, at tey ikki kundu liva við einari borgarligari fíggjarlóg, sum ikki hevur veðurlagsbroytingar og  umhvørvi høgt á dagskránni. Í núverandi stund er ikki greitt, hvat nú hendur í politiska landslagnum í Svøríki – fyriuttan tað, at Magdalena Andersson hevur kastað handklæði í ringin eftir sjey tímum. Magdalena Andersson varð vald til forkvinnu í sosialdemokratiska flokkinum 4. november, og í morgun varð hon vald til forsætisráðharra – sum hon var í sjey tímar. Magdalena hevur annars verið fíggjarmálaráðharri í svensku stjórnini síðani í 2014. Koppingarevni møguliga minni úrslitagott móti omikron-frábrigdinum Forstjórin í Moderna heldur, at koppingarevni eru minni úrslitagóð móti omikron-fyribrigdinum Koppingarevni móti korona virkar kanska ikki væl móti omikron-frábrigdinum, og væntandi skulu koppingarevni, sum eru ment til at verja móti koronavirusinum, broytast. Tað heldur forstjórin í Moderna, Stéphane Bancel. Tað skrivar Financial Times. – Tað er fullkomiliga ómøguligt, at koppingarevni eru eins góð, ið tey vóru móti delta-frábrigdinum. Eg veit ikki, hvussu stórur munur tað er, tí vit hava ov fá hagtøl, men vísindafólk, eg havi tosað við, siga, at tað er eingin orsøk at vera bjartskygdur, sigur Bancel. Omikron-frábrigdið vekir stúran kring heimin. Smittutølini í Suðurafrika eru hækkandi, har nýggja frábrigdið varð uppdagað. Nú hava fleiri lond sett avmarkingar í verk við landamørkini.   Nýggja frábrigdið er longu funnið í stórum pørtum av Evropa, umframt í Kanada, Kina, Avstralia og sunnara part av Afrika. Forstjórin í Moderna sigur eisini í samrøðu við CNBC, at tað kunnu ganga fleiri mánaðir, áðrenn eitt koppingarevni, sum virkar ímóti omikron-frábrigdkið, er klárt. Tey mongu frábrigdini fara at gera tað neyðugt at tillaga tey koppingarevni, sum eru ment til at basa koronavirusinum, heldur forstjórin í Moderna, Stéphane Bancel. Smidligari kæruviðgerðir Eitt samt løgting gjørdi í gjár av at umskipa Kærustovnin. Talan verður um eina smidligari og serføroyska skipan, skrivar løgmansskrivstovan Kærustovurin verður nú umskipaður. Tað avgjørdi løgtingið í gjár. Farið verður frá, at øll mál skulu leggjast fyri nevndir. Í staðin verður Kærustovnurin ein sjálvstøðugur stovnur, sum sjálvur viðger og tekur avgerðir um kærur - tó við møguleika fyri at knýta fólk við serkunnleika at kærumálum, har tørvur er á tí. Í dag virkar Kærustovnurin sum fyrisiting og skrivstova hjá tólv kærunevndum. Eitt politiskt ynski er um, at kæruviðgerðir verða smidligari og effektivari, tó uttan at hetta gongur út yvir viðgerðina. - Skipanin verður einfaldari og liðiligari enn skipanin í dag við tólv ymiskum nevndum. Hon kann skjótari lagast til nýggjan tørv og nýggj málsøki kunnu lættari leggjast til Kærustovnin. Tað týdningarmesta er, at dygdin á viðgerðini verður minst líka góð, sum hon er í dag, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í einum tíðindaskrivi. Føroya Kærustovnur varð settur á stovn í 1998 og er í løtuni skrivstova hjá tólv ymiskum nevndum, sum í nógvar mátar eru sera ymiskar. Nevndirnar verða avtiknarNýggja skipanin fer at hava við sær, at kærunevndirnar verða avtiknar næstu tvey árini. Hetta merkir, at kærumál ikki longur fara at noyðast at bíða eftir nevndarfundi fyri at verða avgreidd. Heimildir, sum nevndir í dag hava, verða fluttar til Kærustovnin. Kollegiala skipanin verður tó varðveitt, soleiðis at tað altíð eru minst trý fólk við undir málsviðgerini hjá Kærustovninum. Kollegiala skipanin byggir á eina meginreglu um, at fleiri heilar hugsa betur enn ein, og at sjónarmið verða mýkt til og betrað í kjaki millum fleiri. Meginreglan er, at tríggir løgfrøðingar vera við í hvørjari avgerð. Við hesum ber til at tryggja góðskuna í avgerðunum, samstundis sum byrgt verður fyri, at onkur situr púra einsamallur við einum fakøki. Eisini fer at bera til at knýta persónar við øðrum viðkomandi serkunnleika at málum, tá ið tað verður mett at gagna viðgerðini, stendur í skrivi frá løgmansskrivstovuni. Børn millum fimm og 11 ár verða nú koppsett fyri koronu Nú verða børn millum fimm og 11 ár koppsett fyri koronu í Ísrael Ísrael er byrjað at koppseta síni børn í aldrinum millum fimm og 11 ár fyri koronu. Harvið verður landið eitt av teimum fyrstu at geva so ungum børnum prikið. Tað skrivar Ritzau via Berlingske. Grundin til, at ísraelar nú er farin at koppseta síni børn er at sleppa undan einari nýggjari smittubylgju. Forsætisráðharrin Naftali Bennett ávarar nú um, at landið nú upplivir eina “barnabylgju” av koronasmittuni. Helvtin av teimum, ið eru skrásett smittaði, hava verið børn undir 11 ár, skrivar hann á Facebook. Tey fyrstu prikini við Pfizer/BioNTech til børn millum fimm og 11 ár vórðu givin mánadagin. Heilsumyndugleikarnir í Ísrael hava hugt eftir royndunum úr USA, har tey fyrst í november byrjaðu at koppseta tey fimm til 11 ára gomlu, og hetta hevur nú fingið myndugleikarnar í Ísrael at gera tað sama. Seinastu tíðina hevur Ísrael eisini upplivað nógvar smittutilburðir vegna Delta-frábrigdið, og tí hevur landið eisini mælt sínum íbúgvum at fáa sær eitt booster-prik. Tað búgva 9,4 milliónir fólk í Ísrael. 1,2 milliónir av hesum eru børn millum fimm og 11 ár. Sambært einari nýggjari kanning, so ætla 38 prosent av teimum spurdu foreldrum ikki at lata børn síni – millum fimm og 11 ár – koppsetast fyri koronum. 41 prosent ætla meðan 21 prosent ikki hava tikið støðu. Hvør skal hava Fólkaheilsuvirðislønina hesa ferð? Í ár verður virðislønin latin til tann ella tey, sum hava gjørt eitthvørt fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum Almenningurin fær við hesum høvi at skjóta upp tann, sum hildin verður at hava henda heiður uppibornan. Endamálið við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt okkurt munagott fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar og so framvegis. Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava virðislønina, og ein dómsnevnd tekur síðani støðu til, hvør fær heiðurin. Avdúkað verður á Fólkaheilsuráðstevnuni 3. desember 2021, hvør ið fær ársins Fólkaheilsuvirðisløn. Oyðublað til títt uppskot fæst her Seinasta freist at lata uppskot inn er mikudagin 1. desember 2021 kl. 12. Brúkaraumboðið: Útsøla skal vera útsøla – eisini tá tað er Black Friday Útsølumarknaðarføring við ongum veruligum prísum, sum vøran fyrr hevur kostað, ikki bara ørkymlar brúkarar – tílík marknaðarføring kann vera villleiðandi og tí ólóglig, sigur Brúkaraumboðið Tá vit koma inn í november mánað, so byrja Black Friday lýsingar so smátt at síggjast í lýsingarbløðum og inni í handlum, har tað verður eggjað okkum at keypa, keypa og keypa. Lágir prísir og góð tilboð gera tað gjørligt hjá tilvitandi brúkarum at gera kvetti henda mánaðin – um átøkini so halda tað, tey lova. Black Friday nærkast, og í hesum sambandi er Brúkaraumboðið úti við áheitan til tey handilsrekandi, um at halda seg til lóggávuna, tá tað kemur til útsølur. Av tí at heiti sum Black Friday, Black Week og Cyper Monday eru kend nøvn á stórum útsølutíðarskeiðum, verða tey fatað sum útsølumarknaðarføring. Fyri slíka marknaðarføring er galdandi, at prísirnir skulu sjálvsagt verða lækkaðir, og gamli prísurin skal vera upplýstur. Tann gamli prísurin skal vera sannur. Vanliga skal lægsti prísurin, sum vøran hevur kostað frammanundan søluni, verða settur á, og vøran skal í roynd og veru verða seld fyri tann prísin áður. Átøkini í sambandi við Black Friday geva fólki varhuga av, at peningur er at spara. Útsølumarknaðarføring, sum ikki hevur rættar gamlar prísir, ger tað ikki bara trupult hjá brúkarum at gera kvetti. Tílík marknaðarføring kann vera villleiðandi og ólóglig. Í metingini av, um marknaðarføringin er ólóglig, verður dentur lagdur á, at tað skal vera brúkarunum heilt greitt, um vøra er á útsølu ella ei. Brúkaraumboðið heitir tí á øll vinnurekandi um at seta seg væl inn í regluverkið, so tey vita, hvat ið krevst fyri at halda seg innan fyri lógina í útsøluskeiðnum, sum liggur fyri framman. Vegleiðingar: Vegleiðing um prísmarknaðarføring og ofta spurt um prísmarknaðarføring Hóast tað (enn) ikki sær so ógvisligt út her heima, tá Black Friday er fyri, so sær tað ofta sera ógvisligt út í USA, tá fólk – beint eftir Thanksgiving-døgurðan – stilla seg í kø uttanfyri stóru handilsketurnar, ið lokka við ógvisligum tilboðum, og tað gongur ofta ikki stillisliga fyri seg. Her er eitt lítið videobrot, har vit hoyra nakrar søgur um Black Friday í USA: Alment tiltak - Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum Í samband við, at tað er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum tann 25. november, so verður varpað ljós á hetta á degnum Aftur í ár fara Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty og Sig frá/Almannamálaráðið saman at varpa ljós á evni. Tiltakið er alment og ókeypis og øll eru vælkomin! Vinarliga sýnið Koronapass ella negativa koronotest ikki eldri enn 48 tímar. Tilmelding er ikki neyðug, men vit eru takksom um tit geva okkum eitt prei á kristjan@amr.fo, um tit koma. 13:00: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna bjóðar vælkomin 13:10: Eva Bertelsen, ph.d. “Seksuellur harðskapur í parlagi” 13:35: Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur, traumaserfrøðingur, Kvinnuhúsið “Royndunum úr Kvinnuhúsinum” 13:55: Gunnhild Persson og Erla Ree Winthereig um #Samtykki. 14:15: Steðgur 14:30: Pallborðskjak Luttakarar: Jóhan Dahl, løgtingslimur, Kristianna Winther Poulsen, politikkari, Umboð fyri løgregluna, Eva Bertelsen, ph.d., Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur og traumaserfrøðingur, Gunnhild Persson og Erla Ree Winthereig, stjórnmálafrøðingar 15.45: Samanumtøka og endi Stað: SMÆRAN, J. H. Schrøtersgøta 7, Tórshavn Tíð: 25. november frá klokkan 13 - 16 Stormur: Tað verður ringast millum klokkan 14 og 16 seinnapartin Tað er stormávaring fyri Munkagrunnin, Fugloynna og Íslandsryggin Hann sigur frá stormi eina løtu seinnapartin, ið serliga rakar norðara part av landinum, sambært DMI. Eitt lágtrýst, 985 hPa, norðanfyri Føroyar flytir seg í ein landsynning og kemur við nógvum óstøðugum vindi seinnapartin. Serliga ringt verður tað millum klokkan 14 og 16 seinnapartin. Tíðliga seinnapartin veksur hann vindin, norðan í ættini, og vindurin verður millum 20 til 25 metrar um sekundið. Í støðum verður tað 29 metrar um sekundið, men í hvirlunum upp í ódn og 33 metrar um sekundið. Hann minkar um vindin í kvøld og í nátt og miðalvindurin verður millum átta til 13 metrar um sekundið. Sunda kommuna: Børn í sóttarhaldi fáa eisini ein jólapakka Nú nógv børn eru í sóttarhaldi í Sunda kommunu, og tess vegna ikki kunnu vera við, tá jólatrøini verða tendrað í bygdunum í kommununi, so ynskir kommunan eisini at gleða hesi børnini við einum pakka Seinastu dagarnar hava koronutølini í Norðurstreymoy verið vaksandi. Í løtuni sita í alt 633 fólk í sóttarhaldi, og mong børn í Sunda kommunu eru millum hesi, ið sita heima í hesum døgum, tá tað annars plagar at vera stuttligt at vera barn. Jólatrøini verða tendrað í dag og í morgin í bygdunum í Sunda kommunu, sum børnini í sóttarhaldi ikki kunnu taka lut í. Men tað er ráð fyri tí, tí kommunan ynskir eisini at gleða børnini við einum pakka, sum ikki kunnu vera við, tá jólatrøini verða tendrað. Kommunan skrivar soleiðis á heimasíðu sínari: Boð til børnini, sum sita í sóttarhaldi “Jólamaðurin hevur frætt, at tað eru nøkur børn í Sunda kommunu, sum sita í sóttarhaldi og ikki sleppa við tá jólatrøini verða tendrað: mikudagin 1. desember við Norðskála og við Gjógv, og hósdagin 2. desember í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík og Tjørnuvík Jólamaðurin ynskir at gleða øll børnini, eisini tey, ið eru sjúk ella sita í sóttarhaldi. Hann hevur tí biðið nakrar hjálpsamar jólavættrar um at bera pakkarnar heim til tey, ið ikki hava møguleika at møta upp tá jólatræið verður tendrað. Kennur tú onkran, sum er sjúk/-ur ella situr í sóttarhaldi, ella ert tú sjálv/-ur ein av teimum – vinarliga boða jólamanninum frá í seinasta lagi mikudagin 1. desember klokkan 12:00”. Til ber at senda eini boð til jólamannin HER. Dátueftirlitið: Kunning um dátuvernd og koronapass Dátueftirlitið eru úti við kunning til fyritøkur og stovnar, hvørji viðurskifti eru galdandi í samband við koronupassið Føroya Landsstýri mælir til, at koronapass verður nýtt í ymsum samanhangum. Á heimasíðuni korona.fo er greitt frá, at fyri at vera í gildi skal eitt koronupass uppfylla eina av seks treytum. Víst verður til korona.fo fyri nærri kunning hesum víðvíkjandi. Dátueftirlitið skal vísa teimum fyritøkum og stovnum, sum fylgja tilmælinum um nýtslu av koronapassi, á hesi viðurskifti: Koronapassið – um hetta er talgilt ella ikki – inniheldur persónupplýsingar um eigaran. Dátuverndarlógin, sambært løgtingslóg nummar 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum, er galdandi fyri alla viðgerð av persónupplýsingum, sum er heilt ella lutvíst automatisk (elektronisk), og fyri manuella viðgerð, um persónupplýsingar eru ella verða settar í eina skrá. Um ein fyritøka ella stovnur kannar koronapass við inngongd við at viðskiftafólk vísa passið fram og starvsfólk hyggja at passinum, fer eingin viðgerð av persónupplýsingum fram, sbr. dátuverndarlógini. Tað merkir, at dátuverndarlógin ikki er galdandi. Um ein fyritøka ella stovnur kannar koronapass við inngongd við at hyggja at passinum, sum verður víst fram, og harumframt skráseta í egnum skipanum, at viðkomandi viðskiftafólk hevur eitt koronapass og tí lýkur treytirnar fyri at koma inn, fer viðgerð av persónupplýsingum fram, sum er fevnd av dátuverndarlógini. Fer viðgerð av persónupplýsingum fram, er tað týdningarmikið, at fyritøkan ella stovnurin tryggja sær, at ásetingarnar í dátuverndarlógini verða fylgdar. Tað merkir, at fyritøkan ella stovnurin millum annað skal tryggja sær, at meginreglurnar fyri viðgerð av persónupplýsingum eru loknar, at heimild er fyri viðgerðini, at rættindini hjá skrásetta verða fylgd, undir hesum kravið um kunning í sambandi við skráseting, og at reglurnar um viðgerðartrygd verða hildnar. Dátueftirlitið sigur, at fyritøkur, stovnar og onnur eru altíð vælkomin at venda sær til Dátueftirlitið um ivamál eru viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum. Kelda: Dátueftirlitið Niels Mortensen: Trygdin er í hásæti Nevndarformaðurin í Atlantsflog svarar nú flogskiparafelagnum aftur og minnir á, at Atlantic Airways er eitt trygt, sterkt og álítandi flogfelag, nú formaðurin, sambært Niels Mortensen, hevur verið úti í almenna rúminum og sátt iva um føroyska flogfelagið – Trygdin er sjálvsagt altíð í hásæti, flotin er nýggjur og starvsfólkini framúr dugnalig. Soleiðis ljóðar stutta lýsingin av føroyska flogfelagnum, sum hevur verið í støðugari menning í nógv ár, hóast korona framvegis er eitt haft um beinið, og sjálvt um formaðurin hjá flogskiparunum roynir at sáa iva um Atlantic Airways, skrivar Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog, í einum tíðindaskrivi. Nevndarformaðurin svarar nú Flogskiparafelag Føroya aftur, nú formaðurin í Flogskiparafelagnum hevur verið úti í almenna rúminum og sátt iva um føroyska flogfelagið. – Enntá eftir, at vit hava sett fýra av hansara dugnaligu limum í starv. Og í næstum verða enn fleiri pilotar settir í starv hjá Atlantic Airways, skrivar Niels Mortensen. Hann vísir á, at Atlantic Airways hevur ment føroyska flogvinnu, og flogfelagið hevur verið í støðugari menning, síðani felagið í 2014 løgdu nýggjar ætlanir fyri felagið. Trygdin hevur sjálvsagt altíð fremstu raðfesting. – Flogfør og tyrlur eru nýggj, tíðarhóskandi og sera væl útgjørd, og starvsfólkini eru framúr dugnalig. Hetta er stutta lýsingin av Atlantic Airways, nú vit nærkast ársenda 2021 við vón um, at flúgvingin kemur uppaftur betur fyri seg í 2022, hóast vit øll framvegis berjast ímóti koronu, sigur hann. Ikki í lagi at sáa iva um trygdina Nevndarformaðurin skrivar í tíðindaskrivinum, at tað er í lagi, at formaðurin í Flogskiparafelagnum er ósamdur, tá stjórn og nevnd leggja virksemið hjá Atlantic Airways til rættis. – Men eg góðtaki ikki, at sami maður, sum í nógv ár hevur verið í starvi hjá Atlantic Airways, sáar iva um trygdina, nú hann ikki longur er í starvi hjá flogfelagnum. Eg haldi, at tað er markleysur frekleiki, at hann ivast í teimum fýra pilotunum, sum fyri stuttum vóru settir í starv. Tað eru hóast alt hansara egnu limir og fyrrverandi starvsfelagar, sum hann sjálvur hevur flogið saman við, áðrenn korona tók seg upp. – Eg skal tí sláa rimmarfast, at trygdin í Atlantic Airways altíð hevur fremstu raðfesting – her fara vit ongantíð upp á kompromis. Um formaðurin hjá flogskiparunum skuldi havt fingið onkran at ivast í hesum, so ber til at spyrja Trafikstyrelsen í Danmark, um orsøk er at ivast í føroyska flogfelagnum. Atlantic Airways lýkur øll krøv, eins og allir pilotar hjá felagnum væl og virðiliga lúka øll krøv til prógv og kravdar flúgvitímar, umframt at allir pilotar eru vanir at flúgva í Føroyum. Harumframt hevur Atlantic Airways altjóða IOSA-góðkenningina, sum setir felagnum eyka krøv aftrat galdandi krøvum til loftferðslu í danska ríkinum og ES-londunum. Eisini vísur Niels Mortensen á, at RNP tøknifrøðin, sum Airbus hevur ment í samstarvi við Atlantic Airways, hevur havt við sær munandi betri reglusemi og harvið færri seinkingar. Hóast korona framvegis er eitt haft um beinið á bæði Atlantic Airways og nógvum øðrum virksemi, so hevur felagið góðar vónir um, at flogvinnan fer at fáa fótin fyri seg aftur. – Vit taka við teimum avbjóðingum, sum eru fyri framman. Ábyrgdin liggur hjá stjórn og nevnd, og vit vilja sjálvandi hava so nógv flogfólk sum gjørligt til arbeiðis aftur – so skjótt sum gjørligt. Tað verða fyrst og fremst stjórn og nevnd, sum taka tær avgerðir, ið takast skulu, og vit samstarva sjálvandi við allar starvsbólkar sambært galdandi sáttmálum. – Menningin av Atlantic Airways og føroyskari flogvinnu heldur fram – antin tað verður við koronu ella eftir koronu, sigur nevndarformaðurin. Starvsfólkamenning Niels Mortensen sigur, at Atlantic Airways hevur altíð lagt dent á at menna starvsfólkahópin, eins og felagið hevur givið fríyrkisfólkum góðar starvsmøguleikar, har felagið hevur lagt dent á, at allir starvsbólkar hava hollar útbúgvingar og førleikar til at loysa sínar uppgávur – tað veri seg flogternur, flogmekanikarar, flogskiparar og starvsfólk, sum røkja umsitingarligar og praktiskar uppgávur. Í hesum sambandi nevnir nevndarformaðurin, at fyrr vóru útlendskir flogskiparar vanliga settir í fríyrkisstørv í summarhálvuni. Men síðani 2016 hevur Atlantic Airways hjálpt tilsamans 17 føroyskum flogskiparum, sum ikki vóru í føstum starvi, at verða góðkendir til at flúgva Airbus-flogfør. – Hesar góðkenningar við tilhoyrandi skeiðum hava eitt marknaðarvirði á 250.000 krónur fyri hvønn pilotin, ið harvið hevur møguleikan at flúgva hjá Atlantic Airways í háárstíð, og sum kann royna aðrar avbjóðingar úti í heimi, tá minni er at gera um okkara leiðir. – Atlantic Airways hevur ment pilotar, fyri eitt virði áljóðandi 4,2 milliónir krónur, ið kunnu brúka sínar góðkenningar at fáa starv aðrastaðni. Hetta er við øðrum orðum dømi um, at Atlantic Airways tekur virkið lut í at útbúgva føroyingar til flogvinnuna, sum er ein treyt fyri at menna føroyska flogvinnu, sigur nevndarformaðurin í Atlantsflog, Niels Mortensen. A-kvinnulandsliðið í hondbólti fær nýggjan venjara Dragan Brljevic, sum hevur verið venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, hevur, sambært Hondbóltssambandinum, av heilsuávum sagt seg úr starvinum. Nýggjur fyribils venjari er ein gamal kenningur Dragan Brljevic, sum hevur verið venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, hevur, sambært Hondbóltssamband Føroya, sagt seg úr starvinum av heilsuávum. Tað skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum. Tað verður fyribils Sonni Larsen, sum tekur við starvinum og kemur at standa á odda fyri liðnum restina av EM-undankappingini. Heimasíðan skrivar eisini, at Finnur Hansson heldur fram sum hjálparvenjari. Sonni Larsen er gamal kenningur í landsliðshøpi, tí hann var landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum frá 2017-2021, har hann leiddi liðið ígjøgnum tvær HM-undankappingar og tvær EM-undankappingar. Føroysku kvinnurnar hava fýra dystir eftir í EM-undankappingini. Í mars komandi ár spæla kvinnurnar úti- og heimadyst móti Eysturríki. Í apríl spæla kvinnurnar heima móti Rumenia og eisini er ein útidystur móti Danmark á skránni tá. Sjúrður avloysir Jenis til Norðurting Jenis av Rana hevur fingið forfall, og tí verður tað Sjúrður Skaale, sum avloysir landsstýrismannin við uttanríkismálum til Norðurting Tað verður Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin, sum fer at seta Norðurting í Norðurlandahúsinum mikudagin 1. desember klokkan 19.30. Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríki- og mentamálum, sum upprunaliga skuldi halda setanarrøðu, hevur fingið forfall. Norðurting er ein ferðandi fólkafundur, ein veitsla fyri útjaðaran, ein loysingarørsla fyri arktisku koloniirna, sum brúkar list til at viðgera politiskar spurningar, sum hava við arktiska økið at gera. Hvat hugsa føroyingar um sjálvstýri, fiskivinnupolitikk, Danmark og geopolitikk? Alt hetta og meira verður viðgjørt til Norðurting. NORÐURTING snýr seg um at broyta mátan vit hugsa – bæði í norðri og suðuri. NORÐURTING snýr seg um hvørjar søgur vit siga, og hvør sigur tær. NORÐURTING snýr seg um at taka ræðið aftur. Sum man sigur: Make the North Great Again! Lagt er upp til eitt stuttligt (og álvarsligt) kvøld við marsjorkestri, punk, felagssangi, powerpointframløgu, atkvøðugreiðslu, lutakasti, politiskari greining og konfetti! Luttakarar, umframt Amund Sjølie Sveen og Erik Stifjell frá Nordting, eruEdith Dahl Jakobsen, 200, Harmoniorkestrið GHM, Vár Bech Árting frá Riva, Dansibólkur frá háskúlanum. Tiltakið er ókeypis Tilmelding fer fram her: https://www.nlh.fo/?event=7650/nordurting Kelda: nlh.fo Flogbóltssamband Føroya hevur sett ítróttarstjóra Virksemi er økt nógv hjá Flogbóltssambandinum, og tí hevur Flogbóltssamband Føroya nú sett ein ítróttarstjóra at taka sær av dagliga virkseminum Virksemið hjá Flogbóltssamband Føroya (FBF) er økt munandi seinastu árini, og nógvar stórar og spennandi avbjóðingar liggja fyri framman, ið seta hægri krøv til dagliga virksemi hjá FBF Í hesum sambandinum hevur nevndin í FBF tikið støðu til at seta Beinir Kristiansen í starv sum stjóra hjá FBF. Starvssetanin er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað. Tað skrivar Flogbóltssamband Føroya í einum tíðindaskrivi. Beinir er ikki ókendur í føroyska flogbóltsheiminum, og hevur hann millum annað verið meistari við ÍF, tá fuglfirðingar á fyrsta sinni gjørdust føroyameistarar í flogbólti í 1989. Umframt at leiða skrivstovuna hjá FBF, so fær nýggi stjórin sum høvuðsuppgávu at vera við til at menna einstøku feløgini kring landið, styrkja um altjóða sambondini hjá FBF og at styrkja um inntøkugrundarlagið fyri føroyska flogbóltin sum heild. Ætlandi verður enn eitt starvsfólk sett í starv í næstum, skrivar Flogbóltssambandið Beinir er byrjaður í starvinum í dag, 1. desember 2021. Video: Maður bygt eitt kopi av Taj Mahal til heiðurs fyri konuni Trúfastur maður í India hevur bygt eitt mini Taj Mahal fyri at heiðra konu sínari, sum doyði fyri tveimum árum síðani Ein 52-ára gamal handilsmaður í India hevur bygt eitt mini kopi av Taj Mahal til heiðurs fyri konu síni, sum doyði fyri tveimum árum síðan. Anand Prakash Chouksey sigur, sambært BBC, at hetta var ein gáva til heiðurs fyri konuni, men eisini ein gáva til fólkið í Burhanpur – ein býur, ið liggur í norðari parti í India. Húsið hevur kostað 20 milliónir rupi, sum er umleið 1,5 millión krónur í okkara peningi. Taj Mahal í Agra varð bygt í 16. øld. Jahann shahur, sum var ein av mogulkeisarunum, ið ráddu í India úr 16. til 18. øld, læt bygningin gera til minnis um yndiskonu sína, sum doyði í barsilsong við 14. barni teirra. Bygningurin, sum er gjørdur úr hvítum marmara, er frálíkt dømi um islamska byggilist, og mong ferðafólk koma higar at síggja hann. Her er eitt lítið videobrot um bygningin hjá indiska handilsmanninum: Hallur á vikuliðnum Vejle spældi javnt móti FC Midtjylland í vikuskiftinum, har Hallur Hansson var sera eyðsýndur. Hallur er at finna á vikuliðnum hesa vikuna Tað hevur gingið av skriðuni hjá Vejle hetta kappingarárið, og liðið hjá Viljormi Davidsen og Halli Hansson liggur eisini niðast í donsku deildini, men í vikuskiftinum spældi Vejle javnt móti toppliðnum í deildini, FC Midtjylland, har Hallur Hansson var sera eyðsýndur og legði upp til 1-1 málið, sum Vejle fekk í yvirtíðini. Almenni Facebook-vangin hjá Vejle kemur við nógvum rósandi orðum til Hall fyri innsatsin móti FC Midtjylland, men eisini fyri ta stuttu tíðina, sum føroyski miðvallarin hevur verið í Nørreskoven, har leikvøllurin hjá Vejle er. Tipsblaðið grundgevur millum annað soleiðis fyri, at Hallur Hansson er á vikuliðnum: “Vejle skal nú bara hugsa um at leingja við Hallur Hansson. Føroyingurin kann fara til samráðingarborðið við upprættari pannu, eftir góðum innsatsi móti FC Midtjylland, har hann legði upp til útjavnandi málið seint í dystinum”. Hallur Hansson hevur gjørt ein stutttíðarsáttmála við Vejle, ið gongur út á nýggjárinum. Eisini viðhaldsfólkini hjá Vejle vilja hava, at felagið leingir við føroyska landsliðsspælaran. Lesur tú viðmerkingarnar undir greinum, har Hallur Hansson verður nevndur, so síggjast nógv lýsingarorð um Hall Hansson: Her er eitt lítið videobrot, tá Hallur Hansson leggur upp til útjavnandi málið móti FC Midtjylland: Shipping.fo steðgar veitingunum til All Oceans Logistics All Oceans Logistics er sett í samband við so nógv ivasom viðurskifti, at Shipping.fo hevur valt at gevast sum tænastuveitari hjá felagnum Tað eru reist so nógv ivamál um virksemið hjá All Oceans Logistics, dótturfeløgum og eigarum, at Shipping.fo hevur valt at steðga øllum tænastuveitingum til hesi feløg.  Undan sendingini um Kongoránið boðaði Shipping.fo Kringvarpinum skrivliga frá, at um tað verður staðfest, at tey  feløg ella persónar, sum Kringvarpið viðger, misbrúka tænastuveitingar hjá Shipping.fo til lógarbrot, so steðgar Shipping.fo tænastuveitingunum beinanvegin.  Málið um Kongoránið er eitt stórt og fløkt mál í nógvum ymiskum løgum, sum eingin tykist koma til botns í. Men ivin um, hvaðani upprunin til pengarnir í All Oceans Logistics, stavar frá, er so stórur og sendur so nógvar skaðandi  ringvirkningar, at Shipping.fo gevst sum tænastuveitari hjá All Oceans Logistics.  Shipping.fo vil við hesum samstundis gera greitt, at felagið einans hevur forvunnið sama fasta gjald frá All Oceans Logistics, sum Shipping.fo vanliga tekur fyri tænastuveitingar til øll onnur reiðarí.   Tað er eisini neyðugt alment at staðfesta, at Shipping.fo ongantíð hevur havt leiðsluna á skipum fyri nevnda felag. “Commercial Management” er beinleiðis handilsligur rakstur og leiðsla av skipum, sum reiðarí sjálv taka sær av, og sum Shipping.fo einki hevur við at gera. Hetta ger Shipping.fo eisini greitt á síni heimasíðu.  Shipping.fo hevur verið undirveitari, og hvørki stjórin ella felagið eru partaeigarar í All Oceans Logistics ella dótturfeløgum, eins og einki umboð fyri Shipping.fo hevur verið nevndarlimur ella í leiðslum í nevndu feløgum.  Talv: Føroyar vunnu Føroyska talvlandsliðið vann í kvøld 2½-1½ á Monako í týðandi toppdysti í smálandakappingini í talvi suðuri á Malta Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska tryggjaði sigurin við sigri á 1. borði móti stórmeistarnum Amir Bagheri. Á hinum trimum borðunum endaði javnt.  Føroyar hava vunnið allar seks dystirnir í kappingini higartil. Trý umfør eru nú eftir - og ein toppdystur aftrat.  Kýprós hevur heldur óvæntað lagt seg út í toppstríðið við fimm sigrum og einum javnleiki. Føroyar og Kýpros telva fríggjadagin. Í morgin er dystur móti einum kvinnuúrvalsliði, sum er aftast í kappingini. Kvinnurnar loysa av San Marino, sum gav avboð. Í síðsta umfari leygardagin telva Føroyar og Guernsey. Føroyska landsliðið miðar nú eftir at vinna allar dystirnar. Helgi Dam Ziska skrivar soleiðis av Malta í kvøld um dystin móti Monako: "Dysturin ímóti Monako gekk eftir bókini. Høgni tók ein skjótan javnleik við svørtum, eins og vit høvdu tosað um undan dystinum. Stutt eftir tók Luitjen eisini javnt, somuleiðis við svørtum. Tá var støðan á hinum borðunum tann, at bæði John og eg høvdu fingið tryggan fyrimun við hvíta fólkinum. Vit telvaðu báðir at kalla um tvey úrslit - sigur ella javnleik - sum er ein ynskistøða, tá ið man telvar liðkapping. Eg vann mítt talv rímiliga greitt, og so tryggjaði John dystarsigurin við remis í sínum talvi". Hini úrslitini í sætta umfari: Kýprós - Jersey 3½-½Andorra - Luksemburg 2-2Liktinstein - Guernsey 1-3Malta - Kvinnuúrvalslið 3½-½ Annie í Hjøllum 25 ára starvsdag Í gjár varð Annie í Hjøllum heiðrað á kommunuskrivstovuni fyri at hava verið í starvi hjá Nes kommunu í 25 ár Annie í Hjøllum varð sett í starv sum dagrøktari í Nes kommunu í 1995. Annie var dagrøktari í tíggju ár. Eftir ein steðg í nakrar mánaðir varð Annie í Hjøllum sett í starv sum vaskifólk í svimjihøllini í Tofta skúla í 2006. Trúliga og við nærlagni hevur Annie í Hjøllum møtt upp seint á kvøldi at vaska svimjihøllina øll árini, so høllin er rein og nosslig hjá skúlanum morgunin eftir, skrivar kommunan á heimasíðu sínari. Vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði borgarstjórin henni fyri vælaverk, trúgva og drúgva tænastu. Borgarstjórin, Súni í Hjøllum, handaði síðani málning og blómur og ynskti Annie í Hjøllum framhaldandi blíðan byr. Jógvan Martin Olsen hevur málað málningin. Kelda: Nes kommuna Níggju svimjarar til NM og NJM 2021 NM- og NJM-kapping verður í Upplands Väsby í Svøríki um vikuskifti Í morgun eru níggju føroyskir svimjarar farnir av landinum til Upplands Väsby í Svøríki, har tey skulu royna seg á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021 Startlistin sæst her á livetiming.se, sum bendir á harða kapping, tó so við onkrum møguleika fyri at koma upp í millum tey bestu, skrivar svimjing.com. Tilmeldingarnar hjá føroyingum síggjast í hesum yvirlitinum: Tilmeldingar til NM og NJM 2021. Sum heild røkkur hetta til plaseringar niðarliga ímillum Norðurlond, sum ikki er óvæntað; við tað at londini plaga at senda lutfalsliga fáar, men góðar svimjarar til hesa stevnu, skrivar svimjisambandið. – Men fær Elisabeth Erlendsdóttir eina góða stevnu, so kann tað kanska verða til okkurt, við tað at hon hevur fjórðbestu tilmeldingartíð í 100 metrar rygg og sjeyndbestu tíð í 200 metar rygg. Norðurlond eru í svimjihøpi hesi londini: Danmark, Estland, Finnland, Føroyar, Ísland, Lettland, Litava, Noregi og Svøríki. Úr Føroyum luttaka: Á NJM 2021 ·         Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS ·         Jóhanna Ólavsdóttir (2007), FS ·         Lea Osberg Højsted (2008), Ægir ·         Róa Trygvadóttir (2008), Ægir ·         Heini Mohr Askham (2006), Ægir Á NM 2021 ·         Alisa Vestergård (2003), SuSvim ·         Eyðrið Mortensen (2002), HS ·         Ronja Ró í Dímun (2004), HS ·         Bartal E. Eidesgaard (2002), HS Við á ferðini eru ferðaleiðarin June Jónsveinsdóttir umframt venjararnar Kristian Martin Joensen og Panagiotis Christou. Sjálv kappingin er í døgunum frá fríggjadegnum 3. til sunnudagin 5. desember. Kelda: svimjing.com Stórhøllin á Strondum komin á fíggjarlógina Fíggjarætlanin í Sjóvar kommunu fyri 2022 varð samtykt 29. november. Har sæst millum annað, at tað eru settar tvær milliónir av til fyrireikingar at byggja høll á Strondum Hóast arbeitt verður við eini ætlan um eina stórhøll í Havn, sum verður mett at kosta 218 milliónir krónur, so hava strandingar ikki givið upp. Tað sæst millum annað í fíggjarætlanini fyri 2022 í Sjóvar kommunu, har tvær milliónir krónur eru settar av til fyrireikingar at byggja eina ítróttarhøll á Strondum. Sjóvar kommuna skrivar soleiðis um hallarbygging (sjovar.fo): – Ásannandi, at vit hava brúk fyri eini ítróttarhøll, hevur kommunustýrið sett tvær milliónir krónur av til at byrja fyrireikingar til at byggja eina høll á Strondum, skrivar kommunan. Víðari stendur, at Sjóvar kommuna ætlar at fara í holt við at byggja høllina í 2023. Hetta er søtur tónleikur í oyrunum hjá StíF-fólki, sum sigur seg fegnast um, at nú verður farið í gongd við at fyrireika og byggja ítróttarhøll á Strondum. – StÍF vil vera ein konstruktivur viðleikari í hesi ætlan, sum fer at geva felagnum enn betri karmar og umstøður. Høllin fer eisini at skapa trivnað og menning í nærumhvørinum. Víst verður millum annað á, at fólkatalið á vestara armi á Skálafjørðinum er vaksið støðugt tey seinastu árini, har fólkatalið frá 2015 til 2021 er vaksið úr 1.600 til umleið 1.900 fólk – ein vøkstur á 17 prosent. Víðari skrivar felagið, at tað er tørvur á tveimum hallum á vestara armi. – Høllin á Skála hevur í mong ár verið góður karmur um virksemið felagsins. Tá ið høllin á Strondum verður liðug, verða báðar hallirnar karmur um virksemið og menningina hjá StíF. Tað er natúrligt, at Stranda Ítróttarfelag hevur atgongd til høll á Strondum, skrivar hondbóltsfelagið á heimasíðu sínari. Ynskja eisini at koma á landsins fíggjarlóg Strandingar hava eisini sent løgtinginum eina umbøn um at veita stuðul til eina høll á Strondum, sum verður mett at kosta 120 milliónir krónur. Umbønin er at fáa 84 milliónir krónur komandi trý árini, har løgtingið veitir 70 prosent av byggikostnaðinum, meðan Sjóvar kommuna skal lata 30 prosent til verkætlanina. Arbeitt verður við eini ætlan, har høllin skal standa liðug í 2024, har Sjóvar kommuna nú ítøkiliga hevur sett tvær milliónir av til verkætlanina í komandi fíggjarlóg. Skattaprosentið í Sjóvar kommunu verður óbroytt, 21 prosent, og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, 7.000 krónur. Væntaðar inntøkur hjá kommuni verða 57.8 milliónir krónur, meðan væntaðar útreiðslur verða 52 milliónir krónur. Íløgur skulu gerast fyri tilsamans 22.3 milliónir krónur. Tennisheimurin tekur stríðsstig móti Kina Altjóða samgongan fyri kvinnutennis hevur tikið avgerð um at avlýsa allar kappingar í Kina. Avgerðin kemur eftir, at Peng Shuai hvarv, tá hon ákærdi ein embætismann fyri kynslig brotsverk. Hóast Peng er komin aftur í aftur, ivast samgongan, at Peng er fræls at gera, sum henni lystir. Talan er um nakað størri enn pengar, sigur stjórin í tennissamgonguni. WTA, sum er altjóða samgongan fyri kvinnuligar tennisleikarar og kvinnukappingar, hevur nú tikið stig til at avlýsa allar kappingarnar í Kina. Avlýsingarnar koma í kjalarvørrinum á málinum um Peng Shuai, sum brádliga hvarv í tríggjar vikur, eftir at hon hevði ákært ein kinesiskan embætismann fyri kynsligan ágang. Peng Shuai, sum áður hevði ligið nummar eitt á WTA styrkilistanum fyri doubles spælarar, ákærdi fyrst í november Zhang Gaoli fyri at hava gjørt seg inn á seg kynsliga í 2011. Zhang Gaoli heuvr verið rættiliga ovarliga í kinesiska stýrinum, og hann hevur millum annað staðið á odda fyri kinesisku samskipanini av vetrar OL í Kina í 2022. Uppslagið hjá Peng Shuai, ið varð lagt út á Weibo, ið er ein kinesiskur ”microbloggur” eins og Twitter, varð sensurerað skjótt eftir at tað varð lagt út, og Peng Shuai sjálv hvarv úr almenninginum í tríggjar vikur. Peng Shuai hevur síðani verið frammi aftur, millum annað í videosamrøðu við Thomas Bach, forseta í altjóða olympisku nevndini, har hon vildi vera við, at hon hevði tað gott. Tað eru kortini ikki øll, ið eru sannførd um, at alt er, sum tað skal vera, og nógv vilja vera við, at kinesiska stýrið kroystir Peng Shuai at siga tað, ið stýrið vil hava. Ovastin fyri WTA, Steve Simon, sigur seg ivast stórliga, um Peng Shuai er fræls, trygg, og at hon er ikki er offur fyri hóttanum. Tí hevur WTA tikið avgerð um at avlýsa allar kappingar í Kina. Stutt eftir, at WTA gjørdi greitt, at kappingarnar í Kina vórðu avlýstar, svaraði kinesiska stýrið, at tað mótmælti, at ítróttur varð ”politiseraður”. Og tað er ikki talan um smávegis kappingar. Hóast eingin kapping hevur verið hildin í Kina seinastu tvey árini orsakað av koronu, vóru ikki færri enn níggju WTA kappingar í Kina í 2019, og tvær teirra vóru WTA 1000 kappingar. Harumframt var eisini WTA sesongfinalan spæld í Shenzen. Talan er altso um álvarsom stig frá WTA leiðsluni, men Steve Simon sigur, at hann óttast avleiðingarnar fri spælarar og starvsfólk, um WTA loyvir kappingum í Kina í 2022. - Um valdsmikil fólk kunnu køva røddirnar hjá kvinnum og kveistra burtur ákærur um kynslig brotsverk, so fær grundarlagið fyri WTA – javnstøða fyri kvinnur – eitt álvarsligt skot fyri bógvin, skrivaði Steve Simon í tíðindaskrivi frá WTA. Avgerðin hjá WTA hevur fingið dyggan stuðul frá nøkrum av størstu nøvnunum innan tennis. Novak Djokovic sigur, at avgerðin hjá WTA er djørv, og at heilsan hjá Peng hevði alt at siga fyri tennisheimin. Somuleiðis sigur Martina Navratilova, at avgerðin hjá Steve Simon og WTA er djørv og vísir, at WTA heldur prinsippir hægri í metum enn pengar. Hóast Steve Simon ásannar, at avgerðin fer at hava stórar fíggjarliga avleiðingar fyri WTA, er talan um nakað størri enn pengar. - Hetta er nakað, sum vit einfalt ikki kunnu venda rygg til, sigur hann. Røða: Tað er betri at vera frælsur enn at eta kjøt Er loysing tað sama sum frælsi og sjálvbjargni? Ella er loysing ábyrgdarloysi? Tað er upp til okkum at gera av. Ein norsk loysingarrøsla er vælkomin higar at kjakast – men svarini skulu vit finna. (Tala, sum Sjúrður Skaale helt á tiltaki hjá loysingarfelagsskapinum Norðurting í Norðurlandahúsinum 1. desember, eftir at Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum fekk forfall) 1814. Napoleonskríggini eru av, og kortini skulu teknast av nýggjum. Tann danski kongurin Fríðrikur 6. er millum tapararnar, og skal lata Norra, sum hevði verið undir donskum valdi í fleiri 100 ár, til tann svenska kongin. Menn sita í Kiel og skriva sáttmálan, sum ger, at Norra ikki longur verður danskt, men svenskt. Men Danmark letur ikki alt tað gamla Norra frá sær. Í sáttmálanum um avhendingina, sum sjálvandi varð skrivaður á Napoleonsa móðurmáli, stendur: “sans Groenland, Islande et les Îles Féroé”. - Uttan Grønland, Ísland og Føroyar. Lunnar kundu verði lagdir undir eitt komandi norskt, arktiskt stórveldi tann dagin, men tann lítli eykasetningur gjørdi, at so bleiv ikki. Orsøkin var ikki, at danir settu føtur í spenni fyri at varðveita londini í Norðuratlantshavinum. Orsøkin var – i hvussu er sambært nøkrum søgufrøðingum – at tann svenski kongurin ikki vildi hava tey. Europa kom jú beint úr teimum útlúgvandi kríggjunum, og logikkurin var púra greiður: Tað, tú ikki kundi verja, misti tú. Politiskt vald var fullkomiliga treytað av hermegi. Kríggj og politikkur var tað sama. Og svenski kongurin hevði ikki nóg mikið av skipum til at kunna verja trý fjarskotin lond í tí harðbalna Norðuratlantshavinum. Tí segði hann nei takk. Tey trý londini vóru ein byrða, sum hann ikki vildi leggja á sítt fólk. Kjøt ella frælsi Okkara øki av heiminum var ein útjaðari – í eygunum á tí svenska konginum. Men Grønland var ikki ein útjaðari hjá grønlendingum. Grønland var Kallaalit Nunaat – landið hjá menniskjunum. Tað var miðdepilin. Eins og Ísland var miðdepilin hjá Bjarta í Ljósagerði, høvuðspersóni í megnarverkinum hjá Halldóri Laxnes, Sjálfstætt fólk – sum eitur ‘Undir egið borð’ á føroyskum. Bjartur er ímyndin, likamliggeringin av tráanini eftir at gerast miðdepil í sínum egna lívi. Hann flytir í ein niðurdotnan garð úti í oyðuni. Materielt er tað øgiliga fátæksligt, kroppsliga er tað hart – men mentalt, hugsjónarliga – vit kunnu kanska siga andaliga – er tað stórt og flott og glæsiligt. Vissi tú altso hevur hugsjónina um sjálvræði í barminum. Hana hevur kona hansara ikki. Hon gremur seg um, at tey fáa so ringan mat. Tá tey tæntu á tí stóra garðinum, fingu tey kjøt – nú eta tey bara fisk. Bjartur svarar við einum setningi, sum lýsir kjarnan í dráttinum millum frælsi og materiu: “Ein frælsur maður kann sum einki liva av fiski. Tað er betri at seta føtur undir egið borð enn at eta kjøt.” Eg haldi at bókin hjá Laxnes kundi verið Bíblian hjá rørsluni, sum skipar fyri hesum tiltakinum. Og hesin setningurin: “Tað er betri at seta føtur undir egið borð enn at eta kjøt” hevði verið eitt nógv flottari slagorð enn Make The North Great Again. Undir egið borð lýsir konfliktina millum kjøt og anda. Materialismu og hugsjón. Rík og fátæk. Fólkaræði og pengavald. Og bókin er altíð aktuel. Ísland hevur til dømis havt stórar trupulleikar av grommum bankum farnu árini, og vit hava eitt aktuelt mál um møguliga hvítvasking í einum banka í Føroyum. Og hoyr hvat Halldór Laxness skrivaði í 1933: “Trupulleikin er, at fólk heldur náðifavnin hjá bankanum vera samsvarandi tí yndisligu útsjóndini, tryggan og treystan, men veruleikin er helst tann, at tá ið avtornar, er bankin tryggastur hjá teimum ovurmennum, ið hava góða grund til at skylda eina millión og kanska upp í fimm milliónir”. Heimsveldið skuldi stýrast úr Føroya fjøllum Fara vit frá Laxnes til Heðin Brú, so var Ketil í Feðgum á ferð sanniliga eisini miðdepil í sínum lívi. Og hugsið um okkara størsta ævintýrara, Sigert í Kirkjubø! Hann hevði stórar ætlanir um at stovna eitt heimsríki. Og tað skuldi ikki stýrast úr teimum gomlu mentanarlondunum í suðureuropa. Har var for heitt, helt Sigert. Eingin fekk hugsað klárt í so nógvum hita. Nei, heimsríkið skuldi stýrast úr einum stað, har hav og himmal komu saman, har tað var útsýni, og har tað var frískur vindur, sum gjørdi tankarnar klárar. Sjálvandi skuldi heimsríki hava høvuðssæti í teimum føroysku fjøllunum og ikki í heimsins útjaðara niðri í Europa. Nær fóru vit at síggja okkum sjálv sum ein útjaðara? Tað gjørdu vit, tá vit fóru at síggja okkum við eygunum á øðrum. Nógvir føroyingar eru stórforbrúkarar av donskum fjølmiðlum. Tað ger, at teir ið hvussu er lutvíst fara at síggja verðina við donskum eygum – og í teimum eygunum eru vit langt burtur. Tað skapar eina skizofreni, har tað fysiska og tað mentala ikki passa saman. Inntil hesi fólk flyta til Danmark. Tá verður samsvar millum tað innara og tað uttara. Farnu árini er hetta tíbetur broytt, og túsundtals føroyingar eru fluttir úr útjaðaranu í Danmark til sentrum í Føroyum. Skulu vit yvirliva her á 62 norður, so mugu vit seta okkum sjálv í sentrum. Taka útgangsstøði í okkum sjálvum, definera okkum sjálv og ráða okkum sjálvum. Men hvat tað merkir og hvussu vit gera tað, kunnu vit sjálvandi vera ósamd um. Loysing og sjálvræði er hvør sítt Ovast á heimasíðuni um hesa rørsluna – Norðurting – stendur soleiðis: ”en nomadisk folkeforsamling for Nord, en fest for periferien, en separatistbevegelse for den arktiske kolonien ” Hesi fólkini definera altso okkum sum eina periferi. Tað haldi eg vera púra skeivt. Tey siga, vit eru ein koloni. Føroyar hava ongantíð verið ein koloni, og Grønland hevur ikki verið tað síðani 1979. Og so koma tey úr Norra – also úr okkara periferi – við eini loysingarrørslu og líkasum siga, at tað, loysingin, er tað týdningarmesta politiska málið. Men skulu vit síggja verðina við útgangsstøði í okkum sjálvum, so má tað vera fólkið í Grønlandi og Føroyum og alla aðrastaðni sum ger av, hvørji politisk mál hava týdning. Nakrir grønlendingar halda, at loysing frá Danmark er týdningarmeiri enn nakað annað. Tað er vegurin til veruligt sjálvræði, halda teir. Aðrir grønlendingar halda, at stríðið móti teirri ræðuligi grønlendsku sjálvmorðepidemiini, stríðið fyri betri sosialum korum hjá nógvum børnum, stríðið móti stórum stættarmuni og stríðið fyri einum sterkum og fjølbroyttum vinnulívi hevur nógv størri týdning. Og tað stríðið halda tey vera veruligt sjálvbjargnisstríð. Tey halda enntá, at tosið um loysing er politisk eskapisma. At seta annað til viks og lata loysing fylla politisku dagsskránna, er at lata eyguni aftur fyri veruligu avbjóðingunum. Tað er at svíkja fólkið. Tað er eitt yvirklassa- og elituprosjekt. Og tað skapar ikki veruligt sjálvræði. Soleiðis kjakast tey – og tað er teirra kjak. Eisini í Føroyum eru nøkur sum halda loysing vera fremsta politiska málið. Og so eru onnur sum halda, at veruligt sjálvræði fáa vit við at byggja upp eitt samfelag, sum hevur ræði á egnum viðurskiftum, sum er so materielt og mentanarliga ríkt sum gjørligt, so javnt sum gjørligt og so trygt sum gjørligt. Vissi loysing førir okkum nærri tí idealinum, kann loysing vera eitt mál. Um tað er so kunnu vit diskutera. Men loysing er ikki eitt mál í sær sjálvum, og loysing skapar ikki veruligt sjálvræði í sær sjálvum. Soleiðis kjakast vit – og tað er okkara kjak. At enda vil eg ynskja Norðurtingið hjartaliga vælkomnum til Føroya. Vit rýmdu úr Norra fyri 1000 árum síðani, og lagnan vildi, at vit blivu formliga skild sundur í 1814. Nú er okkara upphav komið at vitja okkum, sum ein pápi kemur at vitja sonin, ið er fluttur burtur. Pápin skal vera væl komin. Hann er eisini vælkomin at geva okkum ráð um, hvussu hann heldur, at vit skulu liva, og hvat hann heldur, at vit skulu gera. Men hann má viðurkenna, at nú eru vit vaksin, nú bestemma vit sjálv, og tað er okkara veruleika, okkara gerandisdegi og okkara dreymum, vit taka útgangsstøði í. Ítróttarháskúlin í Suðuroy fingið nýggjan leiðara Nú er greitt, at Miriam J. Norðberg verður nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy Í summar gjørdist greitt, at Ítróttaháskúlin í Suðuroy skuldi hava nýggjan leiðara, tá Guðmundur Joensen, sum hevði verið leiðari frá tí at Ítróttaháskúlin byrjaði í 2016, valdi at leita sær nýggjar avbjóðingar. Í heyst varð søkt eftir nýggjum leiðara, og tá umsóknarfreistin var farin 1. november høvdu fimm søkt starvið. Stýrið fyri Ítróttaháskúlan hevur síðani viðgjørt umsóknirnar og havt samrøður, og nú er greitt, at Miriam J. Norðberg verður nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Miriam er kandidat í ítróttarvísindi við Københavns Universitet og hevur eisini verið undirvísari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy seinastu árini. Miriam hevur eisini leiðsluroyndir frá tíðarskeiðinum meðan hon búði í Keypmannahavn og hevur eisini, saman við manninum Jens, bygt upp fyritøkuna Brim í Vági. Miriam er 33 ára gomul, og er búsitandi í Vági saman við familjuni. Hon byrjar í starvinum, sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, tann 1. januar 2022. Tórshavnar kommuna: Maska í bussinum er krav og ikki tilmæli Fríggjadagin 5. november 2021 kunngjørdi kommunan, at øll ferðandi við Bussleiðini skulu brúka masku. Talan er ikki bara um eitt tilmæli, men um eitt krav, sum er galdandi, inntil nærri boð verða givin Tórshavnar kommuna ger vart við, at maska í býarbussunum er eitt krav - ikki eitt tilmæli. Kravið um masku er sett fyri byrgja fyri størri smittubreiðslu og fyri at taka atlit til tey í okkara samfelag, sum av einhvørjari orsøk mugu ansa serliga væl eftir. Til dømis tey, sum sjálvi eru í vandabólki ella sum hava familjulimir ella onnur, sum av serligum orsøkum ikki kunnu koppsetast ella eru í vanda, um tey verða rakt av smittuni.   Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at seinastu dagarnar hava fólk gjørt vart við, at teir kenna seg ótrýggar, tí tað eru ikki øll ferðandi við Bussleiðini, sum minnast til at nýta masku. Samstundis er vorðið greitt, at summir borgarar ivast í, um áheitanin hjá kommununi skal skiljast sum eitt tilmæli ella eitt krav. Tí gera vit enn einaferð vart við, at øll ferðandi við bussleiðunum hjá Tórshavnar kommunu skulu brúka masku fyri at brúka bussin, og at talan er um eitt krav, heldur enn eitt tilmæli.  Bussførararnir hava ikki møguleika fyri at kanna koronupass og hava avmarkaðar møguleikar fyri at handhevja kravið. Hetta er sostatt eisini ein innilig áheitan á øll um at halda reglurnar og taka atlit, soleiðis at bussførararnir kunnu hugsavna seg um ferðsluna. Førararnir hava tó heimild at seta krav um masku og at nokta ferðandi uttan masku at ferðast við bussinum.   Fólk, sum av heilsuligum ávum ikki kunnu brúka masku, kunnu tó sleppa undan kravinum við at vísa fram eina læknaváttan, har tað stendur, at viðkomandi ikki tolir at brúka masku, skrivar kommunan. Fólkaskúlalærari: – Foreldrini mugu lesa við Skulu næmingar fáa góða lesivenjing, mugu foreldrini lesa við barninum hvønn dag. Tað heldur Katrin Dagbjartsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum Katrin Dagbjartsdóttir er lærari í grunddeildini í Skúlanum á Fløtum. Hon leggur stóra áherðslu á, at leikluturin hjá foreldrum er umráðandi, tá børn byrja í skúla. Hon heldur, at skal næmingurin fáa góða lesivenjing, so mugu foreldrini lesa við barninum hvønn dag. Katrin greiðir foreldrunum frá, hvussu tey kunnu stuðla barninum í lesimenningini. – Eg sigi við tey, at venjingin heima er umráðandi fyri, hvussu skjótt og væl barnið lærir at lesa, og eisini hvussu umráðandi tað er at tosa við børnini, sigur hon í samrøðu við Skúlablaðið. Heim eru ymisk, og yvirskotið foreldur hava at vera við í lesimenningini er sjálvsagt eisini ymiskt, men royna øll eftir førimuni, so ger tað stóran mun, heldur Katrin Dagbjartsdóttir. – Eg plagi at biðja tey lesa tað, sum barnið hevur fyri, í umleið tíggju minuttir um dagin, og eg leggi dent á, at tað er neyðugt at lesa hvønn dag. Tey, sum tíma væl at lesa, lesa vanliga longri. Tað er sera umráðandi, at foreldrini vita, at tað er tann regluliga venjingin í lesing, sum kann flyta barnið fram á leið, og at bókstavir eru ljóð; hevur næmingurin ilt við at lesa, so biði eg tey gera ymiskt við ljóðum, til dømis leita eftir lutum og orðum, sum byrja við ávísum bókstavum. Vanliga er stór spjaðing í flokkinum, eisini í fyrsta flokki; summi duga longu at lesa, áðrenn tey stíga inn í skúlan fyrstu ferð, og summi læra tað skjótt og lesa truplar bøkur beinanvegin. – Dugir næmingurin at lesa, so tillagi eg tilfarið til hansara. Tað er sera umráðandi ongantíð at taka motivatiónina frá honum. Hóast næmingurin dugir at lesa beinanvegin, er umráðandi at taka ljóðini ígjøgnum við øllum næmingunum, tí tað er gott fyri skrivimenningina. Næmingurin, sum er væl við í lesimenningini, fær alt fyri eitt fyri at lesa heima, meðan næmingurin, sum ikki er væl við, fær aðrar uppgávur, sum byggja á ljóð. Ambisjónin er ikki, at næmingurin, sum er illa fyri, skal duga líka væl, sum næmingurin, ið dugir væl. Næmingurin, sum dugir væl, mennist skjótt og er eftir ongari tíð ein sera góður lesari, meðan næmingurin, sum ikki lærir skjótt at lesa, skal viðhvørt hava ávegis hjálp. Katrin Dagbjartsdóttir hevur verið lærari síðan 1995. Tey flestu árini hevur hon verið lærari í føroyskum í grunddeildini. Málið hjá Katrini er, at næmingurin lesur raðið í triðja flokki. Í fyrsta og øðrum flokki savnar hon seg um at læra næmingarnar at avkoda orð og automatisera lesingina. í triðja flokki eigur lesiferðin at vera so mikið góð, at næmingurin kann hugsavna seg um tað, hann lesur. Les alla greinina í Skúlablaðnum nummar fimm frá í ár. Benzema sekur í avnoyðslu Benzema hevur fingið eitt ára treytaða fongsulsrevsing fyri at hava avnoytt fyrrverandi liðfelagan fyri pengar í sambandi við eitt sex-tape. Umframt fongsulsrevsing skal Benzema eisini gjalda bót á umleið hálva millión. Franski landsliðsleikarin og áloyparin hjá Real Madrid, Karim Benzema, er í einum fronskum rætti dømdur sekur í at hava verið partur av einum liði av monnum, ið hava avnoytt fyrrverandi liðfelagan á franska landsliðnum, Mathieu Valbuena, fyri pengar. Benzema varð dømdur eitt ára treytaða fongulsrevsing, umframt at hann skuldi gjalda 75.000 evrur, um 560.000 krónur, í bót. Benzema var ein av fimm monnum, ið endaðu fyri rætti í farna mánaði fyri at hava avnoytt Valbuena fyri pengar í sambandi við eitt sokallað sex-tape; eitt fúlt sjónband, ið Valbuena var á. Málið stavar frá einari venjingarlegu hjá franska landsliðnum í 2015, har bæði Valbuena og Benzema luttóku, og teir vórðu báðir settir av liðnum aftaná. Ákærin vildi vera við, at Benzema virkaði sum millummaður fyri hinar avnoyðararnar, nú hann var liðfelagi við Valbuena. Benzema hevur tvíhildið um, at hann bert royndi at hjálpa Valbuena at sleppa av við óhepna sjónbandið. Koronukanningar í gamla studentaskúlanum í Hoydølum Illfýsið veður og vandi fyri avlýsingum hevur nú við sær, at koronukanningarnar í Havn flyta niðan í gamla studentaskúlan í Hoydølum fyri veturin. Kannað verður fyrstu ferð í Hoydølum í morgin, mikudagin Sjúkrahúsverkið hevur gjørt av at flyta koronukanningarnar í Havn niðan í Hoydalar, har studentaskúli og HF-skeið var fyrr. Kanningarnar vera inni í skúlanum, og tað merkir, at fólk skulu úr bilinum fyri at verða kannað. Inngongdin verður við fimleikahøllina. Tey, ið eru illa gongd, ganga inn gjøgnum høvuðsdyrnar. Eystara bryggja riggar væl sum kanningarstað, tá veðrið er til vildar. Er illveður, og serliga um ættin er ring, stendur á at skipa fyri kanningunum á Eystaru bryggju, og tað er komið fyri, at Sjúkrahúsverkið hevur avlýst. Hetta er sjálvandi óheppið, tá smittan ger um seg, og tí verða koronukanningarnar nú fluttar í onnur høli fyri veturin. Kannað verður fyrstu ferð í Hoydølum í morgin mikudagin 24. november. Fólk skulu enn sum áður bíleggja tíð á korona.fo. Almennu tilmælini eru galdandi.   Kongalig viðurkenning til Filmshúsið Leiðarin á Filmshúsinum, Tina í Dali Wagner fekk í oktober eina innbjóðing frá Margrethu drotning. Talan var um eitt stórt tiltak, har umboð fyri donsku, grønlendsku og føroysku filmsvinnuna vórðu boðin til konsert í Slotskirkjuni og síðani til døgurða á Fredensborg Slot Tina í Dali Wagner, sum umboðaði Føroyar, heldur hesa innbjóðing vera eina viðurkenning av spírandi føroysku filmsvinnuni: - Hóast Filmshúsið ikki hevur nógv ár á baki, hevur virksemið verið nógv. Filmsvinnan hevur eisini ment seg og støðugt fjølbroyttari filmar verða framleiddir, hóast játtanin til filmsstuðul ikki er stór. Vit royna at vera sjónlig bæði her heima í Føroyum, men eisini uttanlands, sigur Tina í Dali Wagner. Í summar vitjaði Margretha drotning í Sjóvinnuhúsinum har hon millum annað fekk kunning um spírandi filmsvinnuna í Føroyum. Jón Hammer, nevndarlimur í stýrinum fyri Filmshúsið, greiddi frá um føroyska filmsframleiðslu og vísti brot úr filmsrøðini "Trom" eins og úr heimildarfilminum "Heartist", ið snýr seg um Sigruna Gunnarsdóttir. Tøknimiðil ynskir at almannakunngerða Facebook Papers Amerikanski tøknimiðilin Gizmodo sigur, at miðilin ynskir at almannakunngerða tey skjøl, sum varskógvarin Frances Haugen hevur brúkt í samband við hennara atfinningar móti Facebook Stendur tað til amerikanska tøknimiðilin Gizmodo, so fer miðilin at almannakunngerða tey skjøl, sum varskógvarin Frances Haugen hevur brúkt í samband við hennara atfinningum mótvegis Facebook – eisini kallað “Facebook Papers”. – Vit eru sinnaði til at almannakunngerða tey fyrstu skjølini skjótast gjørligt. Tað skrivar Gizmodo í einum almennum tíðindaskrivi. Almannakunngerðin fer at innihalda nógv loynilig skjøl, kjatt loggar og innanhýsis kanningar, skrivar miðilin. Millum annað vísti ein kanning hjá Facebook (sum nú er META), sum eisini eigur Instagram, at ungar gentur hava ikki gott av at brúka henda sosiala miðilin. Niðurstøðan var greið: Sálarliga heilsan gerst verri við at brúka sosiala miðilin, vísa innanhýsis skjøl, sum varskógvarin Frances Haugen fekk fram í ljósmála. Sambært The Wall Street Journal hevur Facebook (nú META) roynt at tóna úrslitið av kanningini niður, síðani úrslitið av kanningini varð gjørt atkomuligt innanhýsis hjá Facebook í mars 2020, sum The Wall Street Journal nú hevur almannakunngjørt. Ætlanirnar eru nú komnar so langt, at Gizmodo hevur fingið fleiri uttanveltaðar serfrøðingar inn, ið skulu vera við at tryggja, at alt fer rætt fram og er gjøgnumarbeitt, skrivar miðilin. Montaigne á føroyskum Í dag kemur ”ESSAY” eftir heimspekingin Michel de Montaigne út á føroyskum. Tað er forlagið HEMLIÐ, ið gevur bókina út Michel de Montaigne var millum teir størstu heimspekingarnar í 16. øld. Og nú er kendasta verk hansara flutt yvir í føroyskt mál. Talan er um fyrstu bók av trimum í røðini ESSAY. Ein søgumaður hevur lýst árið 1580 sum ódnareygað. Eitt andarhald við stokkutari logn, tá ið tey ógvisligu trúarkríggini í Fraklandi eru í ferð við at skifta úr einum skeiði í eitt annað. Júst hetta árið gevur Montaigne út fyrsta upplagið av sínum Essayum. Michel de Montaigne (1533-1592) vaks upp á borgini Montaigne tvær míl eystan fyri Bordeaux. Ættin var múgvandi yvirstætt, og Michel fekk eina nútíðar uppaling tá í tíðini. Eftir løgfrøðiútbúgving skapti hann sær eitt navn í løgfrøðiligari og politiskari yrkisleið og sat í høgum embætismannastørvum eftir ættarsiðvenjuni. Seinni loysti hann seg úr hesum størvum og tók seg aftur til borg sína og fór at skriva sínar persónligu hugleiðingar, sum hann kallaði essay. Við hesum skapti Montaigne eitt nýtt tekstslag. Enn, eftir 400 árum, er ríka verkið hjá Montaigne tíðarbærur og umráðandi lesnaður. Hetta er átjanda útgávan hjá forlagnum HEMLIÐ, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi. Bókin er 423 blaðsíður. Tey ókoppsettu fara framhaldandi at sleppa undan at rinda fyri kanning við markið Tað hevur vakt ans, at ókoppsett ferðandi til Føroya verða kravd eftir koronukanning, ið landið rindar fyri, meðan koppsett ferðandi kunnu velja at lata seg kanna fyri egna rokning. Hendan skipanin verður ikki broytt í bræði, sigur løgmaður, tí farsóttarøkið má yvirtakast fyrst. Tað verður ivaleyst ikki nærmastu framtíð, at ferðafólk, ið ikki eru koppsett fyri koronu, skulu gjalda fyri sína egnu koronukanning við komu til Føroya. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til fyrispurning frá Beintu Løwe Jacobsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi. Tað var í sambandi við nýggju krøvini um kanning við markið, at Beinta Løwe Jacobsen vildi vita, hví ókoppsett ferðandi ikki skulu rinda fyri sína egnu koronukanning. Sum støðan er í løtuni, skulu ókoppsett kannast við komu til Føroya fyri landskassans rokning, meðan koppsett kunnu velja at lata seg kanna – tó fyri egna rokning. Tað hevur áður verið so, at ferðafólk til Føroya skuldu rinda fyri egna koronukanning, tá koronukanning við markið var krav. Men tá var støðan øðrvísi, sigur løgmaður, sum vísir á, at tá var talan um eitt ferðaavgjald, ið var álagt øllum ferðandi til Føroya. Løgmaður vísír á, at tað, sum útloysti avgjaldið, var sjálv koman til Føroya, og ikki koronukanningin. Ferðaavgjaldið kundi síðani nýtast til at gjalda landskassans útreiðslur fyri koronukanningina. Talan var altso um eina loysn, ið skákaði sær undan teknisku avbjóðingunum við koronuavgjald við at gera avgjaldið galdandi fyri øll ferðandi, kanning ella ei. Um broytingar skulu gerast soleiðis, at einans tey ókoppsettu skulu rinda fyri egna koronukanning, er neyðugt at yvirtaka farsóttarøkið fyrst, sigur løgmaður. Løgmaður leggur kortini aftrat, at farsóttarnevndin ger av, at øll ferðandi skulu lata seg kanna, fer landsstýrið at skjóta upp, at undanfarna avgjaldslóg, har øll skulu rinda avgjald við markið, verður sett í gildi aftur. Í dag verður kannað á Sandi Nú sær tað út til, at ein fyribils loysn er funnin viðvíkjandi koronukanningum í Sandoynni. Sjúkrahúsverkið skrivar, at í dag verður kannað á Sandi Nógvir sandoyingar hava verið ørkymlaðir seinastu dagarnar, nú tað ikki hevur verið møguligt at kanna seg fyri koronu. Á døgurða gav borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg, eisini ilt av sær, tí ikki er møguligt at kanna seg í oynni. Við Kringvarpið á middegi segði hann, at hann hevur samskift við heilsumálaráðharran um støðuna, so væntandi kom okkurt burturúr, væntaði borgarstjórin. Og nú sær út til, at myndugleikarnir hava lurtað eftir, tí fyri løtu síðani skrivaði Sjúkrahúsverkið, at tað verður kanna fyri koronu á Sandi í dag. Sjúkrahúsverkið skrivar: "Kanna verður fyri koronu í Læknamiðstøðini heima á Sandi í dag millum kl. 16-18. Til ber at bíleggja tíð á korona.fo". Heilsutrygd: Ikki okkara borðÓsemja hevur verið um, hvør skal rinda fyri rokningina fyri koronukanningar í Sandoynni. Heilsutrygd hevur fingið rokningina, men tey rinda ikki, segði Egil á Bø, stjóri, við Kringvarpið leygardagin.  - Tað er ikki uppgávan hjá Heilsutrygd at gjalda rokning fyri koronukanningar, segði hann tá. Selma Herup, starvsfólkaleiðari á Landssjúkrahúsinum, segði við útvarpið fríggjadagin, at Sjúkrahúsverkið vil fáa greiðari mannagongdir sum heild fyri øll kanningarstøðini, sum eru aðrtastaðni enn á teimum trimum sjúkrahúsunum. Guðrun Zachariassen, kommunulækni í Sandoynni, hevur eisini verið frammi og lufta sína ónøgd. Hon sigur við Kringvarpið, at sama hvør rindar - ella hvør skipan verður sett í verk - so er tað týdningarmikið, at sandoyingar sleppa at kanna seg fyri koronu í Sandoynni, heldur hon. Og nú er greitt, at koronukanningar vera í oynni - í hvørt fall í dag. 2.700 børn fingið ágóðan av Menniskjum Góður Tokki seinastu fimm árini Nú jólini nærkast, stundar eisini til árligu Jólahjálpina hjá Barnabata, eisini kend undir heitinum Í Menniskjum Góður Tokki, her vit savna inn pening fyri at kunna stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum í Føroyum Seinastu fimm árini hava yvir 2.700 børn í Føroyum fingið ágóðan av hesum átakinum. Sambært hagtølum hjá Barnabata, eru tað í miðal áleið 550 børn í Føroyum, ið liva í fátækraváða hvørt ár. Útrokningin byggir á altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fáum nýtslumøguleikum. Fyri at stuðla hesum familjum sendu vit í dag  Jólamyndina út til øll húsarhald í Føroyum. Jólamyndin verður borðin út av Posta, og er at finna saman við lýsingarbløðunum. Jólamyndin er, umframt ein mynd til børn og barnsligar sálir at seta lit á, eisini ein lutaseðil við fýra vinningum frá Atlantic Airways. Um ein ynskir at stuðla, og samstundis verða við í lutakastinum, so ber til at skráseta Jólamyndina inni á heimasíðuni hjá Barnabata. Umframt jólamyndina, so skipar Barnabati eisini fyri eini stuðulskonsert, ið verður send í sjónvarpinum 3. sunnudag í advent. Til ber at søkja um Jólahjálp umvegis heimasíðuna hjá Barnabata www.barnabati.fo  frá mikudegnum 24. november til og við mikudagin 1. desember. Við vón um góðan stuðul. Barnabati