Jólatræið á Tvøroyri tendrað í dag Komandi dagarnar verða jólatrøini tendrað í Tvøroyrar kommunu, og tað fyrsta verður tendrað seinnapartin klokkan 16 Komandi dagarnar verða jólatrøini í Tvøroyrar kommunu tendrað. Fyrsta jólatræið verður tendrað seinnapartin klokkan 16 á Tvøroyri. Jónsvein Bech, prestur, talar, og Tvøroyrar hornorkestur luttekur við hugnaligum jólatónleiki. Eisini bjóðar kommunan bollar og heitt kakao, og jólamenn koma á vitjan og hava pakkar við til børnini. Eisini er árligi jólamarknaðurin á Seglloftinum í dag frá klokkan 14 til 19, har høvi er at keypa lokalt virkaðar vørur, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuna. Í annaðkvøld, 29. november, verða jólatrøini í ávikavist Trongisvági og Froðba tendrað. Jólatræið í Trongisvági verður tendrað klokkan 18, og træið í Froðba verður tendrað klokkan 19.  Tvøroyrar hornorkestur spælir, og  bjóðað verður heitt kakao og gløgg úr Glasstovuni. Sunnudagin 5. desember verður gudstænasta í bønhúsinum í Ørðavík klokkan 12. Eftir gudstænastuna verður jólatræið í bygdini tendrað, og Tvøroyrar hornorkestur kemur at spæla. Eftir at træið er tendrað verður ein drekkamunnur at fáa í bønhúsinum. Í sambandið við hesum tiltøkum minnir kommunan fólk á at halda almennu tilmælini Loysa fyrsta flagið til nýggja Sjóvinnustýrið týsdagin Magnus Rasmussen, landsstýrismaður fer at loysa fyrsta flagið til nýggja bygningin hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi Landsverk: Týsdagin 30. november klokkan 11:30 verður fyrsta flagið loyst fyri nýggja bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum. Tað verður Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í Vinnu- og umhvørvismálum, sum fer at loysa fyrsta flagið. Nýggja Sjóvinnustýrið varð boðin út í heildararbeiðstøku. Bygningsánari er Umhvørvis- Vinnumálaráðið, byggiharri er Landverk, og Búsetur er høvuðsarbeiðstakari. Zeta arkitektar hava teknað og sniðgivið bygningin. Nýggi kontórbygningurin fer væntandi at standa liðugur á várið 2023. Agnar aftur til Klaksvíkar Agnar Prestá sum í fjør var hjálparvenjari hjá ÍF, verður nú partur av toyminum hjá Føroyameistarunum. Agnar Prestá verður næsta ár partur av toyminum rundan um Føroyameistararnir í Klaksvík. Hesum boðar KÍ frá á heimasíðuni í dag. Klaksvíkingurin hevur farna kappingarár verið hjálparvenjari hjá ÍF, men leitar sær nú aftur til heimbýin. Agnar Prestá og Mikkjal Thomassen Agnar Prestá verður komandi ár hjálparmaður hjá høvuðsvenjaranum Mikkjali Thomassen og fer at verða høvuðsvenjari hjá einum av eldru dreingjaliðunum. Hann hevur royndir bæði sum ungdóms- og vaksnamannavenjari í felagnum. Hann er nú í gongd við UEFA A-venjaraútbúgvingina, sum endar við próvtøku komandi heyst. Myndir. H71 lat ongan iva vera H71 á vitjan hjá Kyndli í kvøld. Hoyvíkingar fóru heim aftur við einum 36-19 sigri. H71 18 stig og 11 dystir KÍF 14 stig og 10 dystir VÍF 10 stig og 10 dystir Team Klaksvík 9 stig og 11 dystir StÍF 9 stig og 11 dystir Neistin 8 stig og 9 dystir Kyndil 6 stig og 12 dystir Omanfyri 60 tilburðir fyri fyrstu ferð síðani koronapassið kom í gildi 63 koronutilburðir vóru staðfestir í gjár Fyri fyrstu ferð síðani 8. november er talið av nýggjum koronutilburðum omanfyri 60. Myndugleikarnir upplýsa, at heilir 63 tilburðir vóru staðfestir í 2567 kanningum í gjár. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. 38 fólk eru vorðin staðfest frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu, og sostatt eru tað nú 405 aktivir tilburðir í Føroyum. Hetta er 25 fleiri enn í gjár. Talið á innløgdum er kortini ikki vaksið seinasta dagarnar og liggur støðugt á sjey. Koronupassið hevur nú verið í gildi í tvær vikur, og talið á nýggjum tilburðum í miðal verið um 40, men tað er fyrstu ferð síðani fyrst í november, at talið er so høgt sum tað var í gjár. Bókaframløga í Syðrugøtu. Tróndur og rúnakelvið Hósdagin 2. desember verður teknirøðin Tróndur og Rúnakelvið, sum lýsir uppvøksturin hjá Tróndi í Gøtu, løgd fram Tróndur og rúnakelvið er ein forvitnislig teknirøð eftir brøðurnar Hans Jákup Mikkelsen og Petur Prent Mikkelsen. Í bókini leiðir høvundurin lesaran við sær meiri enn túsund ár aftur í tíð, tá hann í eini samanrenning av søguligum innliti og hugflogi endurskapar uppvøksturin hjá Tróndi í Gøtu. Tað er Hans Jákup Mikkelsen úr Gøtu, sum hevur skrivað, og beiggi hansara Petur Prent Mikkelsen hevur myndprýtt. Hetta er ein roynd hjá mær at skapa eina samanhangandi søgu um uppvøksturin hjá Tróndi. Vit vita nakað um Trónd, men her eru stór hol í søguni, og tey havi eg roynt at fylt. Hetta er bygt á søguna, sum er samanflættað við tí mytiska frá norrønu gudalæruni, sigur Hans Jákup Mikkelsen. Til bókina eru eisini framleidd rúnakelvi, sum antin kunnu keypast leys ella saman við bókini. Rúnakelvini eru rist við rúnunum Galdur, Dirvi, Frælsi, Alskur og Vísur. Bókin og rúnakelvini verða løgd fram í hoyggjhúsinum hjá Rønn og Pól Huus í Syðrugøtu hósdagin klokkan nítjan, har høvundurin sigur frá arbeiðinum frá hugskoti til bók, eins og Páll Isholm fer at viðgera bókina saman við Hans Jákup. Óluva bleiv burturgift til Gøtu og frá henni kom mæta ættin gøtuskeggjar. Mín spurningur hevur altíð verið, júst hví ættin gjørdist so mæt. Hesum spurninginum havi eg roynt at svarað í bókini, leggur Hans Jákup afturat. Framløgan verður 2. desember í hoyggjhúsinum hjá Rønn og Pól Huus í Syðrugøtu. Eisini verður høvi at ogna sær bókina til tiltakið, og høvundurin skrivar fegin undir. Bókin og rúnakelvini fáast til keyps í Rit og Rák, Gamla bókhandli í Havn, Alfa bókhandli í Klaksvík og í Bókabúðini í Saltangará. Sjúrður Skaale avloysir Jenis av Rana til Norðurting Norðurting verður í Norðurlandahúsinum í kvøld. Landsstýrismaðurin, sum upprunaliga skuldi halda setanarrøðuna, hevur fingið forfall, og tí verður tað fólkatingsmaðurin, sum fer at seta Norðurting Tað verður Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin, sum fer at seta Norðurting í Norðurlandahúsinum í kvøld, 1. desember klokkan 19.30. Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríki- og mentamálum, sum upprunaliga skuldi halda setanarrøðu, hevur fingið forfall. Norðurting er ein ferðandi fólkafundur, ein veitsla fyri útjaðaran, ein loysingarrørsla fyri arktisku koloniina, sum brúkar list til at viðgera politiskar spurningar, sum hava við arktiska økið at gera. Hvat hugsa føroyingar um sjálvstýri, fiskivinnupolitikk, Danmark og geopolitikk? Alt hetta og meira verður viðgjørt til Norðurting. Norðurting snýr seg um at broyta mátan vit hugsa - bæði í norðri og suðuri. Norðurting snýr seg um hvørjar søgur vit siga, og hvør sigur tær. Norðurting snýr seg um at taka ræðið aftur. Lagt er upp til eitt stuttligt (og álvarsligt) kvøld við marsjorkestri, punk, felagssangi, framløgu, atkvøðugreiðslu, lutakasti, politiskari greining og konfetti. Luttakarar, umframt Amund Sjølie Sveen og Erik Stifjell frá Nordting, eru Edith Dahl Jakobsen, 200, Harmoniorkestrið GHM, Vár Bech Árting frá Riva, Dansibólkur frá háskúlanum. Tiltakið er ókeypis. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. 100.000 krónur til Ævintýraferðina Jólamerkjagrunnurin hevur handað stuðulin í ár. Ein sjónvarpsrøð til børn og ítróttur fyri børn við avbjóðingum fingu hesaferð Síðan Posta gav fyrstu jólamerkini út í 1976, er ágóðin av søluni latin sum stuðul til verkætlanir til frama fyri børn og ung í Føroyum. Tað merkir, at hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer ágóðin til vælgerandi endamál. Barnasjónvarpsrøð um at vera menniskja Jólamerkjagrunnurin letur í ár 100.000 krónur til føroyskt framleiddu sjónvarpsrøðina Seks spurningar um at vera menniskja, sum Ævintýraferðin framleiðir. Tað er tørvur á á dygdargóðum tilfari til føroysk børn á føroyskum, og tað hevur Ævintýraferðin við hesi sjónvarpsrøð sett sær fyri at bøta um. Jólamerkjagrunnurin leggur dent á, at sjónvarpsrøðin setur sjóneykuna á stóru spurningarnar í tilveruni á ein stuttligan og barnsligan hátt, skrivar Posta í tíðindaskrivi í dag. Jólamerkjagrunnurin (umboðað av Joel undir Leitinum og Svanbjørg Manai) handar Ævintýraferðini kekkin. Urd Johannesen, Tjóðhild Patursson og børn tóku ímóti. Dánjal og Búi kundu tíverri ikki vera við Fimleikur og hondbóltur til børn við avbjóðingum Fimleikafelagið Ljósið fær stuðul áljóðandi 25.000 krónur. Stuðulin verður latin til Loppurnar, ið er einasta fimleikalið í Føroyum fyri rørslutarnað. Liðið arbeiðir miðvíst við at luttaka í Special Olympics í Danmark á vári 2022. Eydnudeild Føroya er ein tann glaðasta hondbóltsdeildin fyri børn og ung millum 5-16 ár, sum er fyri børn við serligum tøvi og familjur teirra. Eydnudeildin leggur dent á ein jaligan felagsskap rundanum hondbóltin. Eydnudeildin móttekur somuleiðis 25.000 krónur frá Jólamerkjagrunninum. Í Jólamerkjagrunninum sita Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, formaður, Fróði Joensen, yvirlækni, og Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Nena Jákupsdóttir, venjari og børn tóku ímóti kekkinum frá Jólamerkjagrunninum. Umboð frá Posta vóru Svanbjørg Manai og Joel undir Leitinum Súsanna Eliassen fekk handað risakekkin til Eydnudeildina frá Jólamerkjagrunninum. Vegna Jólamerkjagrunninum vóru umboð frá Posta, Svanbjørg Manai og Joel undir Leitinum   Hagstovan. Yvir 16.400 gistingar í oktober Talan er um ein vøkstur á 88 prosent í mun til oktober 2020, og tað er met fyri einstakan oktober mánaða Talið á gistingum í oktober var næstan tvífalt so nógv sum sama mánað í fjør. 16.433 gistingar vóru í oktober 2021, og tað er met fyri einstakan oktober mánaða, skrivar Hagstovan. Tað er knappliga 7.700 fleiri samanborið við oktober í fjør. Samanborið við 2020 vuksu gistinæturnar í oktober 88 prosent, og samanborið við 2019 vuksu tær 22 prosent. Talið á gistinætum hjá dønum tvífaldaðist í mun til sama mánað í fjør, meðan talið á gistinætum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn trífaldaðist. Sí meira her. Nýtt koronufrábrigdi funnið í Suðurafrika. Fleiri lond seta ferðaavmarkingar í verk Fleiri evropeisk lond, millum annað Danmark og Stórabretland seta avmarkingar í verk fyri ferðandi úr Suðurafrika og fleiri øðrum afrikonskum londum, men hendan avgerðin er ógrundað, heldur suðurafrikanski heilsumálaráðharrin Eitt nýtt koronufrábrigdi er funnið í Suðurafrika. Tað verður nevnt B.1.1.529, og enn hevur tað ikki fingið navn eftir grikska stavraðnum sum eitt nú Betafrábrigdið, sum varð funnið í Suðurafrika í fjør. Sambært Tulio de Oliveira, smittufrøðingur í Suðurafrika, hevur nýggja frábrigdið eitt høgt tal av mutatiónum. Higartil eru tíggju funnar, og kann hetta hava týdning fyri, hvussu virusið uppførir seg. Síðan fyrst í hesum mánaðinum, er dagliga talið á nýggjum smittutilburðum nógv økt í Suðurafrika. Fyrr í hesum mánaðinum var dagliga talið beint omanfyri 100, men hósdagin var hetta talið omanfyri 2.400. Nýggja frábrigdið er eisini funnið í millum annað Botsvana og Hong Kong millum persónar, sum hava verið í Suðurafrika, og seinnapartin varð boðað frá, at Belgia hevði staðfest fyrsta tilburðin av nýggja frábrigdinum í Evropa. Talan var um ein persón, sum kom til Belgia úr Egyptalandi 11. november, og sum síðani hevur fingið sjúkueyðkenni. Professari. Koppsetingin riggar helst eisini móti hesum Enn veit mann ikki nógv um nýggja frábrigdið, men stúrt verður fyri, at koronukoppsetingarnar ikki verja eins nógv móti tí. Troels Lillebæk, professari hjá Statens Serum Institut sigur tó, at hann hevði hildið tað verið sera skelkandi, um núverandi koppsetingin ikki riggar móti nýggja frábrigdinum eisini. Vit halda framvegis, at koppseting riggar, sigur hann. Tað hava vit sæð hvørja einastu ferð higartil, tá nýggj frábrigdi eru komin. Um talan er um eitt, sum smittar verri, og sum koppsetingin ikki riggar eins væl ímóti, er ógreitt nú, sigur hann sambært DR. Lond seta ferðaavmarkingar í verk Orsakað av nýggja frábrigdinum hava millum annað Italia, Kekkia Týskland og Stórabretland stongt fyri ferðslu úr Suðurafrika og fleiri øðrum londum í sunnara parti av Afrika. ES hevur heitt á lond um at seta avmarkingar í verk, og í Danmark verða ferðaavmarkingar eisini settar í verk á midnátt. Hetta merkir, at ferðandi, sum seinastu tíggju dagarnar hava verið í Suðurafrika, Lesotho, Botsvana, Simbabvi, Mosambik, Namibia og Esvatini skulu lata seg kanna 24 tímar áðrenn innferð til Danmarkar. Eisini skulu tey í sóttarhald í tíggju dagar eftir komu, upplýsir danska heilusmálaráðið. Umframt hetta verður bannað at flúgva til Danmarkar úr hesum londunum við ferðafólkum, sum ikki kunnu vísa á negativt kanningarúrslit. Tó eru í løtuni eingin beinleiðis flúgving millum Danmark og hesi sjey londini. Sambært suðurafrikanska heilsumálaráðharranum, Joe Phaahla, geva fyribils kanningar eina ábending um, at nýggja frábrigdið smittar verri enn onnur, men hann heldur tað tó vera ógrundað, at evropeisk lond hava sett ferðaavmarkingar í verk, millum annað tí at Heimsheilsustovnurin, WHO enn ikki hevur mælt til hesar ferðaavmarkingarnar. WHO: Ókoppsett yvir 60 ár eiga ikki at ferðast í løtuni Orsakað av nýggja frábrigdinum mælir Heimsheilsustovnurin, WHO til, at fólk, ið eru 60 ár og eldri, sum ikki eru koppsett fyri koronu, útseta ferðaætlanir sínar - Tað eiga tey, ið hava eitt nú hjartatrupulleikar, diabetes og krabbamein eisini at gera Heimsheilsustovnurin, WHO heitti í gjár á øll lond um at mæla eldri borgarum frá at ferðast í løtuni. Orsøkin er nýggja Omikron-frábrigdið, sum fyrst varð fráboðað í Suðurafrika, men sum síðani er funnið í einari rúgvu av øðrum londum. Tilmælið hjá Heimsheilsustovninum um at útseta ferðir er tó bert galdandi fyri fólk, ið eru 60 ár og eldri, sum ikki eru liðugt koppsett fyri koronu. Tað boðaði Heimsheilsustovnurin frá seint í gjárkvøldið. Tilmælið er eisini galdandi fyri borgarar, sum eru serliga nærtiknir. Hetta eru fólk, sum hava hjartatrupulleikar, krabbamein og diabetes. Í farnu viku vóru fleiri lond eisini skjót at seta ferðaavmarkingar í verk fyri Suðurafrika og fleiri onnur lond í sunnara parti av Afrika, men hesum mælir Heimsheilsustovnurin tó eisini frá. Innferðarforboð fara ikki at forða fyri altjóða smittuspjaðing, og tað leggur eitt stórt trýst á fólk og teirra livibreyð. Samstundis kunnu ferðaavmarkingar ávirka altjóða heilsufakliga samstarvið undir farsóttini við at forða londum í at deila farsóttarfrøðiligar dátur, sigur Heimsheilsustovnurin sambært Ritzau. Flogbóltsamband Føroya hevur sett stjóra Beinir Kristiansen byrjar í starvinum í dag, 1. desember, og starvssetanin er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað. Virksemið hjá Flogbóltsamband Føroya er økt munandi, og nógvar stórar og avbjóðingar liggja fyri framman. Hetta setir stór krøv til dagliga virksemi hjá sambandinum, og tí hevur nevndin í sambandinum tikið støðu til at seta Beinir Kristiansen í starv sum stjóra hjá FBF. Beinir byrjar í starvinum í dag, 1. desember, og starvssetanin er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað, skrivar Flogbóltssamband Føroya í tíðindaskrivi. Beinir er ikki ókendur í føroyska flogbóltsheiminum, og hevur hann millum annað verið meistari við ÍF, tá hesir á fyrsta sinnið gjørdust Føroyameistara í 1989.  Umframt at leiða skrivstovuna hjá FBF, fær nýggi stjórin sum høvuðsuppgávu at vera við til at menna einstøku feløgini kring landið, styrkja um altjóða sambondini hjá FBF, og at styrkja um inntøkugrundarlagið fyri føroyska flogbóltin sum heild. Ætlandi verður enn eitt starvsfólk sett í starv í næstum, skrivar FBF. Vit birta ljós í advent Sunnudagin verður hátíðarhald í Fuglafirði, har jóltrø verða tendrað, jólemenninir koma á vitjan, og røða og tónleikur er á skránni Vetrarmánaðirnir eru ein myrk tíð í Føroyum, og veðrið ger tað ofta ikki betri. Tá er gott at hava okkurt at gleðast um, og nú fjálga jólatíðin nærkast, tendra flestu føroyingar ljós, inni og úti heima við hús, men eisini um bygda- og býartún, í handlum og kaféum. Kanska eru tað øll hesi ljósini, serliga uppundir jól, sum gera, at vit føroyingar yvirliva veturin. Fyrsta sunnudag í advent er siðvenja nógvastaðni at tendra jólatrøini á bygd og í bý. Soleiðis er eisini í Fuglafirði. Her koyra Fuglafjarðar hornorkestur, jólamenn í brandbili og røðari líka av Hellunum til Kambsdals og víðari til Fuglafjarðar við pakkum til børnini, og við karamellum, røðu og tónleiki at fjálga um og birta ljós. Frants Jensen heldur røðuna í ár. Jólatrøini verða tendrað á Hellunum klokkan 15, á Kambsdali klokkan 16.30 og í Fuglafirði klokkan 17. Hetta fyrsta vikuskifti í advent er tí enn eitt høvi at koma saman, bæði leygardag og sunnudag, til jólahugna, livandi tónleik, góðan mat og gávukeyp. Góðu handlarnir hava leingi opið við framhaldandi góðum tilboðum leygardag, og í Ribarhúsi ber til dømis . til at keypa sær eina flotta jóladekoratión, og har syngur kvinnukórið Fljóðljóð klokkan 16. Sunnudagin eru harumframt fjálgi Piddasahandil, Lúkukaffi í Ribarhúsi og kaféin í Mentanarhúsinum opin, soleiðis at tey, sum fara til jólatræið á torginum kunnu hugna sær saman áðrenn og aftaná. Nýggj grundupptøkuøki fyri fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu Nú er ikki longur frítt skúlaval í Tórshavnar kommunu Í Tórshavnar kommunu hevur verið frítt skúlaval í nógv ár, men so verður ikki framyvir. Í fjør vórðu nógv fleiri børn skrivað inn í nýggja Skúlan á Fløtum, enn pláss er fyri, og tí eru upptøkureglurnar nú dagførdar fyri, at hetta ikki skal henda aftur. Trivnaðarnevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt dagførdar leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar. Sostatt er kommunan nú deild upp í seks grundupptøkuøki. Bæði skúlarnir í miðstaðarøkinum og smáu skúlarnir á bygd hava upptøkuøki. Tó er tað soleiðis, at meðan mørkini fyri upptøkuøkini í miðstaðarøkinum kunnu flyta seg frá einum ári til tað næsta, tí tey verða lagað eftir talinum á børnum í økjunum, so eru upptøkuøkini fyri smærri skúlarnar føst. Her er talan um Kollafjarðar skúla, Kaldbaks skúla, Velbastaðar skúla og Nólsoyar skúla. Bara tey, sum búgva í hesum økjunum, kunnu skrivast inn í skúlarnar, sum hoyra til økini. Um so er, at pláss ikki er fyri øllum teimum innskrivaðu børnunum, sum búgva í grundupptøkuøkinum hjá einum skúla, verða tey flutt í skúla í grannaøkinum, meðan tey børn, sum so møguliga ikki fáa pláss har, verða flutt eftir somu leiðreglu. Meira kann lesast um nýggju grundupptøkuøkini her. Samstarvsavtala millum Runavíkar kommunu og Føroya Symforniorkestur Sambært tvey ára avtaluni kemur Føroya Symfoniorkestur at hava árliga konsert í Løkshøll, og fyrsta konsertin verður eftir ætlan í februar Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, skrivaðu mánadagin undir tvey-ára samstarvsavtalu. Sambært avtaluni kemur Føroya Symfoniorkestur at hava árliga konsert í Løkshøll. Tá Løkshøll varð bygd, varð atlit tikið til, at hon skuldi kunna hýsa symfoniorkestrinum, og kommunan fegnast tí um, at Løkshøll við avtaluni regluliga gerst karmur um klassiskan tónleik á hægsta stigi, skrivar kommunan á heimasíðuna. Fyrsta konsertin eftir avtaluni verður eftir ætlan fríggjakvøldið 18. februar komandi ár. Betri umstøður á havna- og vinnuøkinum í Klaksvík Vit hava í nógv ár erpa okkum av at vera ein fiskivinnuhøvuðsstaður. Tað eru vit framvegis errin av, og tí eiga vit áhaldandi at betra umstøðurnar hjá hesari vinnuni, sigur Atli Justinussen, formaður í havna- og vinnunevndini hjá Klaksvíkar býráð Í síðstu viku samtykti býráðið í Klaksvík fíggjarætlanina fyri 2022. Tað sum í høvuðsheitinum myndar fíggjarætlanina eru verkætlanir, sum longu eru í gongd. Býráðið hevur nevniliga eitt ynski um at hesar vera gjørdar lidnar, so tær kunnu koma borgarunum tilgóðar. Á havn- og vinnuøkinum hevur býráðið tó eisini gjørt pláss fyri øðrum arbeiði, har nevnast kann bátahylur í Árnafirði, bátaøkið á Borðoyarvík, sølutorg og bátafelagshús. Atli S. Justinussen, formaður í havna- og vinnunevndini, sigur, at tað hevur týdning at halda gongd í góðum verkætlanum, sum til dømis . Norðhavnin, sum í framtíðini verður karmur um fleiri vinnuøkir til bæði størri og minni fyritøkur. Ferð skal setast á hetta arbeiðið komandi heyst, og verður tunnilsgrótið úr tunlunum norð um fjall gagnnýtt til endamálið. Seinni verður somuleiðis møguleiki fyri at útbyggja kai síðuna norðureftir. - Hetta er ein lutfalsliga nýggj verkætlan samanborið við arbeiðið at byggja nýggjan bátahyl í Árnafirði. Eg gleðist serstakliga nógv um, at vit í komandi ári eisini kunnu fara undir onnur arbeiðið, sum hava ligið alt ov leingi á láni. - Brimgarðurin í Árnafirði, sum ongantíð er komin á mál, men sum farið varð undir í 70inum, verður nú endiliga tikið uppaftur. Tunnilsgrótið frá tunlinum norður um fjall er ein týðandi liður í hesum arbeiðinum og skal millum annað brúkast til brimgarðin. Hetta fer uttan iva at gera tað gott fyri bátarnar, sum liggja inni í hylinum, sigur Atli S. Justinussen. Sølutorg og bátafelagshús Stutt eftir at nýggja býráðið tók við, var farið undir fyrireikingararbeiði at betra umstøðurnar hjá teimum, sum hava bátapláss í Klaksvík. Atli S. Justinussen vísti tá millum annað á, at tað er stórur tørvur á at fáa eitt sølutorg, eitt alment WC og at betra um umstøðurnar hjá bátaeigarunum við millum annað einum bátafelagshúsi. Í komandi fíggjarárið verða fyrstu pengarnir settir av til fyrireiking av hesum arbeiðinum. Somuleiðis verður farið undir at reinsa botnin á Vágni, soleiðis at vinnufyritøkur í Klaksvík framhaldandi kunnu bjóða skipum og øðrum vitjandi eina góða tænastu. - Vit hava í nógv ár erpa okkum av at vera ein fiskivinnuhøvuðstaður. Tað eru vit framvegis errin av, og tí eiga vit áhaldandi at betra umstøðurnar hjá hesari vinnuni. Bæði størri og minni aktørum. Tí hava vit eisini valt at raðfesta eitt øki á góðar 3000 fermetrar sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík, har tað skal bera til at taka bátar upp til umvæling. Og sum nakað heilt nýtt, so er ætlanin eisini at gera eitt vaskipláss til lastbilar í kommununi, sigur Atli S. Justinussen. Klaksvíkar kommuna Veðrið argar enn einaferð Báðar tær seinnu hálvfinalurnar eru fluttar, og verða leiktar mánakvøldið. Hetta hóast Tórsvøllur hevur hitaskipan í vøllinum. Fótbóltur og vetur eru ikki tann besta samanrenningin. Tað kunnu vit ásanna enn einaferð, nú veðrið aftur leggur fótonglar í steypakappingini Seinnapartin boðaðu NSÍ og HB frá, at seinna hálvfinalan millum liðini ikki kundi spælast við Løkin í morgin, og varð tí útsett til mánakvøldið. Og fyri løtu síðani boðaðu B36 og Víkingur frá, at teirra hálvfinala heldur ikki kann spælast í morgin. Báðir dystirnir verða leiktir mánakvøldið klokkan 19. Orsøkin er at kavi og frost eru á vøllinum.  Tórsvøllur hevur møguleika fyri hita í vøllinum, men B36 sigur, at hetta skal setast í gongd tríggjar dagar undan dystinum, og kuldin er eftir øllum at døma komin óvart á. HB og NSÍ leiktu javnt 2-2 seinasta sunnudag, og av tí at útivallamál telja meira, hevur NSÍ nokk við 0-0 javnleiki fyri at koma í steypafinaluna. Í hinari hálvfinaluni vann Víkingur 1-0 á heimavølli í fyrra dystinum seinasta sunnudag. Finalan um Løgmanssteypið verður spæld á Tórsvølli leygardagin 4. desember klokkan 16. B36 - Víkingur (Mánadagin 29. november, klokkan átjan) NSÍ - NSÍ  (Mánadagin 29. november, klokkan átjan) Nærum 12 prosent hava fingið triðja prikið Í gjár vórðu 527 fólk koppsett fyri koronu, og harav fingu 380 triðja prikið Nú eru tilsamans 85.706 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 41.114 fólk fingið fyrru koppsetingina, 39.348 fólk hava fingið næstu koppsetingina, og 5.243 fólk hava fingið trý prik. Sambært korona.fo svarar hetta til, at 92 av føroyingum, ið eru 12 ár og eldri, hava fingið fyrru koppsetingina, 88 prosent hava fingið næstu koppsetingina, og 11,7 prosent hava fingið trý prik. Í gjár vórðu 527 fólk koppsett fyri koronu. 25 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 122 fingu seinnu koppsetingina, og 380 fólk fingu triðja prikið. Les eisini. Nú ber til at bóka tíð til triðja prik Føroyar á odda á Malta Í morgin er aftur tvíumfar á skránni. Morgundysturin hjá Føroyum verður móti vertunum av Malta, og seinnapartin verður tað, sum mest er farið at líkjast einari finalu millum oddaliðini Føroyar og Monako. Føroyska talvlandsliðið hevur nú lagt seg á odda í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta.  Monako er tó beint í hølunum á Føroyum. Monako hevur eisini vunnið allar sínar dystir og hevur 13 borðstig eins og Føroyar. Føroyska leiðslan er tí sera tepur og grundað á ytstu fínteljingina. Føroyar vunnu í dag 3 1/2 - 1/2 á Jersey. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu og Jón í Horni Nielsen telvaði javnt á fjórða borði. Blaðungir telvarar mannaðu aftaru borðini hjá Føroyum í dystinum í dag. Luitjen er 15 ár og Jón 16. John Rødgaard hevði frí í dag. Hini úrslitini í fjórða umfari í dag. Í morgin er aftur tvíumfar á skránni. Morgundysturin hjá Føroyum verður móti vertunum av Malta, og seinnapartin verður tað, sum mest er farið at líkjast einari finalu millum oddaliðini Føroyar og Monako. Monako hevur stórmeistarar á bæði fyrsta og næsta borði, men samanlagt hevur Føroyar hægri miðalstyrkital fyri fýra teir sterkastu telvararnar. Kongoránið hevur avdúkað so mikið nógvar ivaspurningar, at føroyska felagið ikki ynskir at halda fram við samstarvinum Føroyska felagið Shipping.fo, sum Krúnborg eigur, støðgar nú sum tænastuveitari hjá felagnum All Ocean Logistics, ið er eitt føroyskt smápartafelag, sum kongobúgvar í Belgia eiga. Feløgini hava higartil havt bústað á sama bústaði í Mykinesgøtu í Havn. Tað eru avdúkingarnar, sum eru komnar fram í sendirøðini Kongoránið í Kringvarpi Føroya, sum er orsøkin til hesa avgerðina. Shipping.fo skrivar soleiðis í tíðindaskrivi í dag. Tað eru reist so nógv ivamál um virksemið hjá All Oceans Logistics, dótturfeløgum og eigarum, at Shipping.fo hevur valt at steðga øllum tænastuveitingum til hesi feløg. Víðari skrivar Shipping.fo í tíðindaskrivinum, at undan sendingini um Kongoránið boðaði Shipping.fo kringvarpinum skrivliga frá, at um tað verður staðfest, at tey feløg ella persónar, sum Kringvarpið viðger, misbrúka tænastuveitingar hjá Shipping.fo til lógarbrot, so steðgar Shipping.fo tænastuveitingunum beinanvegin. Málið um Kongoránið er eitt stórt og fløkt mál í nógvum ymiskum løgum, sum eingin tykist koma til botns í. Men ivin um, hvaðani upprunin til pengarnir í All Oceans Logistics, stavar frá, er so stórur og sendur so nógvar skaðandi ringvirkningar, at Shipping.fo gevst sum tænastuveitari hjá All Oceans Logistics. Shipping.fo vil við hesum samstundis gera greitt, at felagið einans hevur forvunnið sama fasta gjald frá All Oceans Logistics, sum Shipping.fo vanliga tekur fyri tænastuveitingar til øll onnur reiðarí. Tað er eisini neyðugt alment at staðfesta, at Shipping.fo ongantíð hevur havt leiðsluna á skipum fyri nevnda felag. Commercial Management er beinleiðis handilsligur rakstur og leiðsla av skipum, sum reiðarí sjálv taka sær av, og sum Shipping.fo einki hevur við at gera. Hetta ger Shipping.fo eisini greitt á síni heimasíðu. Shipping.fo hevur verið undirveitari, og hvørki stjórin ella felagið eru partaeigarar í All Oceans Logistics ella dótturfeløgum, eins og einki umboð fyri Shipping.fo hevur verið nevndarlimur ella í leiðslum í nevndu feløgum.   Gera broytingar í koronupassinum í Danmark Frá mánadegnum verða negativ kanningarúrslit frá PCR-kanning og snarkanning bert galdandi í ávikavist 72 og 48 tímar Ein meiriluti í Farsóttarnevndini hjá Fólkatinginum hevur tikið undir við at, at koronupassið í Danmark skal vera galdandi í stytri tíð, tá talan er um negativt kanningarúrslit. Tað upplýsti danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke hóskvøldið. Í vikuni varð skotið upp, at ein negativ PCR-kanning framyvir bert skal vera galdandi í 72 tímar í staðin fyri 96 sum áður, og úrslitið frá einari antigenkanning, ein sonevnd snarkanning, skal framyvir bert vera galdandi í 48 tímar í staðin fyri 72 tímar sum áðrenn. Hetta verður galdandi frá mánadegnum. Tað er greitt, at tess stytri gildistíð, tess størri trygd er fyri, at mann hvørki er smittaður ella berur smittuna víðari, so tað er fyri at økja trygdina í mun til koronupassið, sigur Peder Hvelplund, framsøgufólk í heilsumálum hjá Enhedslisten sambært Ritzau. Umframt hetta varð avgjørt, at krav um munnbind ella hjálmglugga á heilsuøkinum verður sett í gildi aftur. Fólkaheilsuráðið. Hvør skal hava Fólkaheilsuvirðislønina í ár? Endamálið við ársins virðisløn er at heiðra onkran, sum hevur gjørt okkurt munagott fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum - Freistin at lata inn uppskot er 1. desember klokkan 12 Fríggjadagin 3. desember skipar Fólkaheilsuráðið fyri fólkaheilsuráðstevnuni "Hvussu hevur tú tað, barn", sum snýr seg um heilsu og trivnað hjá børnum og ungum. Í hesum sambandi verður ársins fólkaheilsuvirðisløn eisini latin - í ár verður hon latin einum, sum hevur gjørt okkurt munagott fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum.  Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum, sigur Fólaheilsuráðið, sum nú sóknast eftir uppskotum til, hvør hevur hendan heiður uppibornan. Øll kunnu senda inn uppskot. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar og so framvegis. Ein dómsnevnd tekur síðani støðu til, hvør fær heiðurin. Seinasta freist at lata inn uppskot er mikudagin 1. desember klokkan tólv. Meira kunning fæst her. Jákup Martin Joensen heldur fram í EB/Streymi Venjarin seinastu trý árini tekur eitt tørn afturat. Nú er greitt at Jákup Martin Joensen heldur fram sum høvuðsvenjari á besta liðnum hjá EB/Streymi. Hann fer sostatt undir fjórða árið sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Í 2019 endaði liðið á níggjunda plássi, men slapp við skrekkinum at flyta niður. Seinastu tvey kappingarárini hevur hilnast eitt vet frægari, og liðið hevur ligið á sjeynda plássið bæði árini. Hesi seinastu trý árini hava verið svingandi. Í stuttum var málið, tá vit settu Jákup Martin, at halda okkum uppi og stabilisera okkum, bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Hetta hava vit megnað í samstarvinum, og tí ynsktu vit at leingja, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni. Eyðstein Zachariasen frá EB/Streymi og Jákup Martin Joensen. Upplýst verður, at tað í løtuni verður arbeitt við at manna venjaratoymið, sum Jáku Martin Joensen skal hava afturat sær. Jákup á Borg sum seinnu kappingarhálvu hevur verið partur av venjaratoyminum hevur áður sagt, at hann ikki verður partur av toyminum næsta kappingarár. Sáttmálin er galdandi eitt ár fram. Danmark. Metnógvir tilburðir staðfestir Sienasta samdøgrið eru 5.120 tilburðir staðfestir, ið er hægsta talið, Danmark higartil hevur skrásett - Forsætisráðharrin hevur innkallað til tíðindafund seinnapartin Seinasta samdøgrið eru 5.120 persónar staðfestir smittaðir við koronu í Danmark, og tað er hægsta talið, Danmark hevur havt í eitt samdøgur undir allari farsóttini. Gamla metið varð sett 18. desember í fjør - 4.508. Teir 5.120 nýggju tilburðirnir byggja á úrslitið á 195.137 kanningum, og er talan sostatt um eitt positivprosent á 2,62. Hóast talið í dag setir met, er positivprosentið tó nærum tað sama sum týsdagin, tá positivprosentið var 2,58 prosent, skrivar Ritzau. Til samanberingar kann nevnast, at positivprosentið millum tey, sum eru kannað í Føroyum seinastu tríggjar dagarnar hevur ligið um tey trý. Danska forsætismálaráðið upplýsir, at tíðindafundur verður seinnapartin klokkan 17 føroyska tíð, har stjórnin fer at greiða frá koronustøðuni í Danmark. millum annað fer stjórnin at heita á fleiri um at taka ímóti tilboðnum eina triðju koppseting, og verður eisini greitt frá støðuni við nýggja Omikron-frábrigdinum, verður sagt. Vandi fyri at nýggja frábrigdið spjaðir seg í Evropa Nýggja koronufrábrigdið, sum ger um seg í Afrika, hevur nú fingið navnið Omikron-frábrigdið. Í Evropa er tað higartil bert staðfest í Belgia, men tað er møguliga longu komið til onnur evropeisk lond eisini Sera stórur vandi er fyri, at nýggja koronufrábrigdið spjaðir seg í Evropa, sigur Evropeiski stovnurin fyri sjúkufyribyrging og eftirlit, ECDC. Nýggja frábrigdið B.1.1.529, sum nú hevur fingið navnið Omikron, varð fyrst funnið í Suðurafrika, og higartil er tað bert staðfest í einum ES-landi - Belgia. Men hildið verður nú, at tað møguliga eisini er komið til millum annað Hollands og Týsklands, skrivar Ritzau. Tað er ógreitt, hvussu Omikron-frábrigdið smittar, um koppsetingin verjir ímóti tí, og hvussu stórur vandi er fyri, at ein verður smittaður aftur, staðfestir váðametingin hjá ECDC millum annað Í gjár segði Heimsheilsustovnurin, WHO eisini, at nýggja frábrigdið er ørkymlandi. Orsakað av nýggja frábrigdinum hava fleiri lond hert reglurnar fyri ferðandi, og ES-londini eru eisini vorðin samd um at seta avmarkingar í verk fyri ferðandi úr fleiri londum í sunnara parti av Afrika. Talan er um Suðurafrika, Botsvana, Lesotho, Mosambik, Namibia, Simbabvi, og Esvatini. Sambært evropeiska heilivágsstovninum, EMA er enn ov tíðliga at siga, um neyðugt er við nýggjum koppingarevni ella dagføring av verandi koppingarevnunum fyri at fáa verju ímóti nýggja frábrigdinum. Pfizer/BioNTech, sum hevur ment koppingarevnið, sum millum annað verður brúkt í Føroyum, hevur boðað frá, at tey helst vita, um koppingarevnið verjir ímóti Omkron-frábrigdinum, í seinasta lagi um tvær vikur. Nýggja frábrigdið skarar millum annað framúr á tann hátt, at tað hevur í minsta lagi tíggju mutatiónir, meðan Delta-frábrigdið til samanberingar hevur tvær, og Beta-frábrigdið hevur tríggjar. Fólkaheilsuráðið. Hvør skal hava Fólkaheilsuvirðislønina í ár? Endamálið við ársins virðisløn er at heiðra onkran, sum hevur gjørt okkurt munagott fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum. Freistin at lata inn uppskot er 1. desember klokkan tólv Fríggjadagin 3. desember skipar Fólkaheilsuráðið fyri fólkaheilsuráðstevnuni "Hvussu hevur tú tað, barn", sum snýr seg um heilsu og trivnað hjá børnum og ungum. Í hesum sambandi verður ársins fólkaheilsuvirðisløn eisini latin - í ár verður hon latin einum, sum hevur gjørt okkurt munagott fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum.  Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum, sigur Fólaheilsuráðið, sum nú sóknast eftir uppskotum til, hvør hevur hendan heiður uppibornan. Øll kunnu senda inn uppskot. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar og so framvegis. Ein dómsnevnd tekur síðani støðu til, hvør fær heiðurin. Seinasta freist at lata inn uppskot er mikudagin 1. desember klokkan tólv. Meira kunning fæst her. Reka gassrisa við grønari orku Eitt av størstu gassfeltunum á norska landgrunninum, Oseberg, skal í framtíðini rekast við streymi heldur enn gassi. Equinor hevur avgjørt at elektrifisera orkuleiðina fyri 9 milliardir krónur Ein av týðandi avgerðunum hjá oljufeløgunum, nú tey skulu til at flyta seg í grøna orkuskiftinum, er at minka um útlátið frá bæði verandi og komandi framleiðslum. Og eitt av mest týðandi amboðunum at røkka hesum málinum er at elektrifisera bæði verandi og komandi pallar tvs. at kunna útvega streym frá eitt nú vindmyllum til havs ella vatnorkuverkum á landi út til pallarnar til havs. Hóast hetta verður mett at vera ein kostnaðarmikil uppgáva so eru bæði myndugleikar og vinnan í Noregi farin miðvíst undir at elektrifisera olju- og gassleiðir á norska landgrunninum. Nýggjasta stigið á hesi leið er ein sera umfevnandi verkætlan at elektrifisera ein av stóru pallunum á landgrunninum, Oseberg. Equinor, sum er fyristøðufelag, hevur júst kunngjørt eina ætlan at partselektrifisera Oseberg fyri 10 milliardir norskar krónur Ein stórur partur av arbeiðinum fer til norskar veitarar. Arbeiðið, sum byrjar í næstum, skal vera liðugt í 2026. Tá fer tað eisini at kunna framleiða og útflyta nógv meira gass enn í dag. Tørvurin á gassi í Evropa er í stórum vøkstri serstakliga nú veturin er komin í fleiri londum. Roknað verður við at umleið 70 prosent av uppgávunum at elektrifisera pallar í Norðsjónum fer til norsku veitaravinnuna. Ein av fyritøkunum, sum hevur fingið fleiri av uppgávunum hjá Equinor er Aibel, sum í dag hevur ikki minni enn 14 milliardir norskar krónur í ordrabókunum. Av hesum er stórur partur elektrifisering av pallum til havs, har streymurin kemur úr landi. Tað nýggja í arbeiðinum hjá Aibel er, at meira enn helvtin av uppgávunum nú snúgva seg um grønar orkuloysnir. Hesar verða mettar at kunna minka munandi um útlátið av CO2, so hóast fleiri halda, at elektrifiseringin er alt ov kostnaðarmikil og trupul, so er hon rætta leiðin at ganga, nú grøna skiftið snýr seg um at fara frá olju og gassi sigur stjórin í Aibel, Mads Andersen við E24. Umfamt Oseberg er Aibel eisini við í arbeiðinum at elektrifisera Kårstø, Snøhvit, Sleipner, Gina Krog og Johan Sverdrup olju- og gasskeldurnar. Norska Stórtingið hevur samtykt, at oljuvinna skal minka um útlátið við 50 prosent innan 2030, og sambært vinnuni er júst elektrifiseringin ein týðandi táttur.  ICES kunngjørt ráðgeving fyri tosk, hýsu og upsa í 2022 ICES mælir til, at veiðan av toski í 2022 kann vera í mesta lagi 2.206 tons, veiðan av hýsu kann vera í mesta lagi 8.639 tons, og veiðan av upsa kann vera í mesta lagi 37.444 tons, sigur altjóða havrannsóknarstovnurin Havstovan. Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 30. november nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av toski í 2022 kann vera í mesta lagi 2.206 tons og er hetta ein minking upp á 65 prosent í mun til tilmælið fyri 2021. Veiðan av hýsu í 2022 kann vera í mesta lagi 8.639 tons og er hetta ein minking upp á 24 prosent í mun til tilmælið fyri 2021. Veiðan av upsa í 2022 kann vera í mesta lagi 37.444 tons og er hetta ein øking upp á 37 prosent í mun til tilmælið fyri 2021. Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið undir søguligum lágmarki síðani 2004. Í 2018 og 2019 var toskastovnurin oman fyri lágmarksstødd av gýtingarstovninum, men síðan 2020 hevur stovnsmetingin víst, at stovnurin aftur er undir hesum marki. Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008-2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta mark í 2018 og hevur verið í vøkstri síðan. Føroyski upsastovnurin er toluliga væl fyri og støddin á gýtingarstovninum er oman fyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug. Stovnsmetingarnar fyri tosk og hýsu, serliga framskrivingarnar, hava verið daprari tey síðstu tvey árini, enn tær vóru frammanundan. Vánalig føðiviðurskifti í havinum síðan 2018 og meiri natúrligur deyði eru mett at vera orsøkir til, at stovnarnir ikki eru vaksnir, sum væntað. Stovnsmetingin fyri upsa hevur eisini í mong ár verið daprari enn tað, sum var mett árini frammanundan, tí nøgdin av smáum upsa í minni mun hevur verið at sæð aftur í upsastovninum sum stórur upsi seinni í lívinum. Adventskonsert í Hoyvíkar kirkju sunnudagin Sunnudagin 28. november hava Harmoniorkestrið GHM og kórið Glymur konsert í sambandi við, at tað er fyrsti sunnudagur í advent, og jólatræið í Hoyvík verður tendrað Nú sunnudagin 28. november hava Harmoniorkestrið GHM og kórið Glymur konsert í sambandi við fyrsta sunnudag í advent. Á skránni er ymiskt advents- og jólatilfar, og orkestur og kór framføra bæði hvør sær og saman. Henda løtan við GHM og Glymi er vorðin føst siðvenja, tí hetta er fimta árið á rað, at tey seta dám at adventina í Hoyvík. Konsertin er altíð sama dag sum jólatræið í Hoyvík verður tendrað. Konsertin verður í morgin klokkan tvey, og jólatræið verður tendrað klokkan 18 á kirkjutorginum millum kirkjuna og Hoyvíkar skúla. Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu og GHM spælir. Aftaná verða øll boðin í kirkjukjallaran til kaffi og holukøkur, og eisini kemur jólamaðurin á gátt og bjóðar karamellur. Kvívíkar kommuna tendrar jólatrøini um vikuskiftið Fyrstu jólatrøini verða tendrað í kvøld - 26. november, og tey síðstu verða tendrað sunnudagin 28. november Jólatrøini í Kvívíkar kommunu verða tendrað um vikuskiftið. Fyrstu jólatrøini verða tendrað í kvøld, og tey síðstu sunnudagin. Í kvøld verða jólatrøini tendrað á Skælingi, í Leynum og á Stykkinum klokkan ávikavist 18, 19 og 20. Sunnudagin verður træið tendrað í Kvívík og á Válinum klokkan ávikavist 15 og 18. Á skránni báðar dagarnar verður millum annað felagssangur og røða, og eisini koma jólamenn á vitjan, boðar Kvívíkar kommuna frá. Raðfesta barnafamiljurnar Á býráðsfundi í gjárkvøldi varð tað millum annað greitt, at eisini Sunda kommuna hækkar normeringina á dagstovnaøkinum, at yvir ein og ein hálv millión fleiri er játtað til dagstovnaøki, og at barnafrádrátturin er farin upp við 500 krónum. Á fíggjarætlanini hjá Sunda kommunu fyri 2022 er samtykt at játta yvir 1,5 milliónir. krónur meir til dagstovnaøkið. Hetta er ein øking á 8,5 prosent í mun til undanfarna ár. Játtanin fer til at økja normeringina, hækka barnafrádráttin og gera íløgur í dagstovnaøkið. Av hesum kann til dømis nevnast at krónur 500.000 eru settar av til økta normering, krónur 234.000 til eyka stuðulstímar og 375.000 krónur eru játtaðir til nýggjan garð og spælipláss á Dagstovninum við Stórheygg og viðlíkahald av dagstovnunum. Afturat hægri játtan á dagstovnaøkinum eru krónur 250.000 krónur settar av til at hækka barnafrádráttin. Sunda kommuna hevur í dag eitt gott og vælvirkandi dagstovnaøkið, sum ikki stendur aftanfyri onnur á økinum. Sitandi býráð ynskir tó at lyfta økið eitt vet afturat fyri at skapa enn betri umstøður hjá okkara starvsfólki og børnunum. Fyrsta stigið varð endaliga tikið á býráðsfundi mánakvøldið 29. november 2021, har pengar eru settir av at hækka normeringina við 0,25 í vøggustovunum og barnagørðunum. Normeringin í Sunda kommunu verður framyvir. Afturat hesi normering hava stovurnar á dagstovnunum í Sunda kommunu í fleiri ár haft tríggjar tímar til fyrireiking um vikuna. Hesar lønirnar, saman við lønum til leiðara, varaleiðara, vikarar, stuðlar, reingerð við meira, eru eisini uttan fyri normeringina. Harafturat ávirkar høgur starvsaldur heldur ikki normering, av tí at Sunda kommuna játtar løn eftir veruligu útreiðslunum. Rakstur og viðlíkahald av bygningum er heldur ikki partur av normeringini. Hetta ger, at normering í Sunda kommunu burturav er tíð til børnini, tað vil siga tíð har okkara starvsfólk eru saman við og menna børnini á stovnunum. Eisini hevur býráðið samtykt at hækka barnafrádráttin úr krónur 6.000 upp í krónur 6.500, meðan skattaprosentið og dagstovnagjøldini verða verandi tey somu sum undanfarin ár. Sunda kommuna. Omikron-frábrigdið staðfest í Íslandi Frábrigdið, sum byrjaði í sunnara parti av Afrika, breiðir seg í hesum døgum Fyrsti tilburðurin av omikron-koronafrábrigdinum er staðfest í Íslandi. Tað  váttaði Már Kristjánsson, yvirlækni á Landspítalanum, fyri Morgunblaðnum í gjárkvøldið. Illgrunin kom fyrr í gjár, tá eitt PRC-sýni vísti óvanligt úrslit. Sýnið varð tí sent til gengreining, og her vísti tað seg, at talan var um omikron-frábrigdið. Enn er bert tann eini persónurin staðfestur við hesum koronufrábrigdinum, men smittusporing er sett í verk av fólkunum, sum hava verið í sambandi við smittaða persónin, skrivar Morgunblaðið. Altjóða tíðindastovurnar kundu í gjár eisini boða frá, at omikron-frábrigdið nú eisini er staðfest í USA. Reuters skrivar, at smittan er staðfest hjá einum koppsettum persóni, sum kom til USA úr Suðurafrika.  Varði í føroyskum tónleiki 50 ár Í hesum døgum eru liðin júst hálvt hundrað ár, síðan legendariska LP-plátan hjá Harkaliðnum kom, og í hesum sambandi verður sending um hesa plátu at hoyra í útvarpinum í kvøld klokkan 19. Sendingin ber heitið: "Gangið upp á gólv, dansið lystilig". Í hesum døgum eru liðin júst hálvt hundrað ár, síðan legendariska LP-plátan hjá Harkaliðnum kom. Í hesum sambandi verður sending um hesa plátu at hoyra í útvarpinum í kvøld klokkan 19:00. Sendingin ber heitið: "Gangið upp á gólv, dansið lystilig". Tað var seint í november 1971, at plátan, sum er onnur LP-plátan við rútmiskum tónleiki í Føroyum, fekst til keyps í plátubúðunum á fyrsta sinni. Appelsingula LP-plátan hjá Faroe Boys, sum kom í ljósmála í februar 1968, er hin fyrsta føroyska LP-plátan við modernaðum, rútmiskum tónleiki. At siga nágreiniliga hvør útgávudagurin hjá LP-plátuni hjá Harkaliðnum var, ber illa til at siga nakað fyri vist um. Men í avísini 14. september frá mikudegnum 30. november 1971, verður sagt, at í hesum døgum verður nýggj LP-pláta hjá bólkinum Harkaliðnum seld, og at tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins í Keypmannahavn, sum gevur út. Fyrr um heystið kom út pláta við tveimum av sangunum av LP-plátuni. Sangirnir vóru "Eitt kvøldið so síðla" og "Í dans". Teir ellivu sangirnir á plátuni vórðu tiknir upp í Wifoss-studio í Keypmannahavn á sumri 1971. Áðrenn farið var í upptøkuhølini á Nyvej í Frederiksberg hevði manningin verið í summarhúsi suðuri á Ærø í nakrar dagar. Har høvdu tey fyrireikað seg og lagt til rættis flestu sangirnar. Harkaliðið endurnýggjaði vísu- og kvæðamentanina í modernaðum fólkatónleiki, og LP-plátan stendur fyri seg í føroyskum tónleiki. Mong hava skírt nú 50 ára gomlu plátuna sum týðandi varða í føroyskari tónleikasøgu. Ikki øllum dámdi, at tey fýra í bólkinum eksperimenteraðu við gomlum kvæða- og vísuløgum, men teirra tulkingar og framførslur hava eisini kveikt av nýggjum ansin millum ungfólk fyri tí forna føroyska sangskattinum. Annika Hoydal, Jógvan Telling Joensen, Jógvan Dahl og Kári Mouritsen mannaðu Harkaliðið. Í útvarpssending, sum Kringvarpið endursendur í kvøld, greiða tey frá royndunum at gera hesa slóðbrótandi plátu í sínum útisetaárum í Keypmannahavn. Aðrir tónleikarar bera eisini fram sína hugsan um verkið. Sendingin var ein av fleiri sendingum í røðini "Varðar á leiðini", sum Suni Merkistein og Pauli Magnussen gjørdu í vetrarhálvuni. Livandi bøkur á Býarbókasavninum í kvøld Í Føroyum búgva fólk úr nógvum ymiskum tjóðum, og í dag hava fólk møguleika at hitta nøkur av teimum á Býarbókasavninum í Havn og fáa eitt prát við tey Í dag, fríggjadagin 26. november, millum klokkan 17 og 21, fáa fólk høvið at kom til eitt hugnaligt og upplýsandi kaféprát, við eina livandi bók á Býarbókasavninum í Havn. Í Føroyum búgva fólk úr fleiri enn 110 ymiskum tjóðum, og næstan fýra prosent av føroyingum í dag koma úr londum uttan fyri Norðurlond, og í dag hava fólk møguleikan at hitta nøkur av teimum. Kom inn í kaféina á bókasavninum og læn eina livandi bók, og fá eitt prát og innlit í ymiskar lívssøgur, lond og mentanir, skriva fyriskiparar. Tiltakið er eitt samstarv millum integratiónsøkið hjá Tórshavnar kommunu og Býarbókasavnið í Havn. Tað er ókeypis at læna livandi bøkur. Tær kunnu einans lesast á staðnum og í avmarkaða tíð. Spyr til dømis . hvussu tað er at flyta til Føroyar? Kennir tú teg vælkomnan? Hvat kundi tú hugsað tær, at vit føroyingar gjørdu øðrvísi fyri at taka væl ímóti tilflytarum? AP Møller stjórin ónøgdur við IMO Úrslitini frá COP26 ráðstevnuni sóust tíverri ikki aftur á fundinum í IMO, Altjóða Sjóvinnufelagsskapinum skrivar stjórin í AP Møller Maersk, Søren Skou.  Síðani  grøna orkuskiftið tók dik á seg hevur spurningurin um, hvussu vit leggja um frá olju og gassi til grøna orku í skipaflotanum, javnan verið frammi í orðaskiftinum, men hóast boðini uppá  nýggj brennievni til heimsins skipaflotar eru mong, so hevur tað enn ikki eydnast at semjast um, hvør er besta og rætta leiðin at ganga. Fundur hevur júst verið í IMO, altjóða sjóvinnufelagsskapinum, har grøna orkuskiftið stóð ovarlaga á skránni. Hetta var í kjalarvørrinum á COP26 í Glasgow. Men stjórin í einum av heimsins størstu reiðaríum, danska AP Møller Maersk, Søren Skou, er avgjørt ikki nøgdur við arbeiðið, sum fer fram í IMO. Vit hava brúk fyri einum IMO, sum kann vísa á verulig úrslit, um so er, at vit skulu hava møguleika fyri at dekarbonisera skipaferðsluna. Tað krevur framstig nú. Tíðin er komin til, at lond gera  fleiri íløgur í arbeiðið, og at úrslitini frá fundunum í IMO verða meira ítøkilig sigur Søren Skou. Í síni grein kemur Skou við nøkrum boðum uppá, hvussu heimurin kemur longri á leið við arbeiðinum móti at minka um útlátið frá skipum. Hann heldur man eigur at finna ein altjóða standard fyri framtíðar brennievnum, sum skal tryggja neyðugu framleiðsluna. Haraftrat eigur ein seinasta deadline at verða sett fyri, nær umskiftið til at minka um útlátið skal verða sett í verk. Hetta skal millum annað vera við til at tryggja, at tað til eina ásetta tíð í framtíðini skal verða bannað at byggja nýggj skip, sum brúka fossila brenniorku. Haraftrat skjýtur hann upp at seta á stovn á altjóða grunn, sum skal verða fíggjaður við avgjøldum á fossilu brennievnini. Pengarnir frá grunninum skulu so stuðla ídnaðinum í menningarlondunum. Hann heldur eisini, at IMO eigur at seta í verk sonevndar grønar korridorar, sum varð skotið upp á COP26. Hann ger eisini greitt, at Maersk fer at gera sítt til at samstarva við onnur lond fram til næsta fundin í felagsskapinum í juni 2022.  Yvir 6.000 hava nú fingið triðja prikið Í gjár vórðu 238 fólk koppsett fyri koronu, og tey flestu fingu triðja prikið Nú eru 86.804 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 41.186 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, 39.562 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og 6.055 fólk hava fingið trý prik. Hetta svarar til, at 92,1 prosent av føroyingum, ið eru 12 ár og eldri, nú eru koppsettir fyri koronu, ið er 76,9 prosent av samlaða fólkatalinum. 88,4 prosent av føroyingum, ið eru 12 ár og eldri hava fingið tvær koppsetingar, og yvir 12 prosent hava fingið trý prik. Í gjár vórðu 288 fólk koppsett fyri koronu. 19 fólk fingu fyrra prikið, 31 fingu tað seinna, og 238 fólk fingu triðja prikið. Nú ber til at bóka tíð til triðja prik Í eina tíð hevur borið til at fingið triðja prikið, tá skipað hevur verið fyri støkk-inn koppseting, og tillagingar eru nú gjørdar í bíleggingarskipanini, so fólk kunnu bíleggja sær tíð til triðja prik Ert tú 18 ár ella eldri, og er tað í minsta lagi gingnir seks mánaðir síðan aðru koppseting, ber til at bóka tíð til triðja prik. Í eina tíð hevur borið til at fingið triðja prikið, tá skipað hevur verið fyri støkk-inn koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum, og nú kunnu fólk eisini bíleggja tíð til triðja prik. Sjúkrahúsverkið boðar nevniliga frá, at, neyðugu tillagingar nú eru gjørdar í bókingarskipanini. Fleiri enn 5.200 føroyingar høvdu í gjár fingið triðja prikið. Fólk kunnu bíleggja tíð á korona.fo, og meira kunning sæst her undir koppseting. Eru trupulleikar við at bóka sær tíð ber til at skriva á koppsetingina. Stephen Sondheim deyður Víðagitna amerikanska tónaskaldið, sum millum annað hevur skrivað sangirnar til sangleikin West Side Story andaðist í gjár, 91 ára gamal Víðagitna tónaskaldið Stephen Sondheim er deyður, 91 ára gamal. Hann andaðist brádliga í heimi sínum í amerikanska statinum Connecticut í gjár, dagin eftir, at hann hevði hátíðarhildið Thanksgiving saman við nøkrum vinfólkum, upplýsir sakførari hansara, F. Richard Pappas sambært Ritzau. Eftir situr maður hansara, Jeffrey Romley. Einki verður sagt um deyðsorsøkina. Stephen Sondheim hevur millum annað fingið heiðurin fyri at hava kollvelt amerikonsku sangleikamentanina, og hevur hann millum annað skrivað sangirnar til West Side Story frá 1957. Stephen Sondheim hevur á sínari yrkisleið vunnið fleiri virðislønir. Hann hevur millum annað vunnið fleiri Grammy- og Tony-heiðurslønir. Í 2015 varð hann eisini heiðraður av táverandi amerikanska forsetanum, Barack Obama. Tað er størsta viðurkenning til sivilfólk í USA. Løgmanssteypið og evropeiskt pláss verður uppá spæl á Tórsvølli NSÍ vendi 2-4 samanlagt til sigur í brotssparksdramaði við Løkin móti HB. Tórður Thomsen kom inn og gjørdist avgerandi við at bjarga trimum brotsspørkum, og nú er greitt, at B36 og NSÍ skulu harvið stríðast um steyp og útvið tvær milliónir leygardagin, og at finalistarnir seinastu tvey árini eru úti. Tað endaði 3-0 á Tórsvølli, har Sebastian Pingel gjørdist tvífaldur málskjútti fyri B36 móti Víkingi, og við stórum brotssparksdrama við Løkin, har HB annars var á odda 2-0 og leingi á veg móti finaluplássi. Les eisini um B36, sum er í finaluni eftir longda leiktíð við Løkin. Hilmar Leon Jakobsen skoraði gott áleyparamál næstan beinanvegin, og HB økti eftir deyðbóltsstøðu, har NSÍ burdi fingið fríspark, tá eitt korter varð leikt. NSÍ reistist tó, og eftir gott álop í 33. minutti varð 1-2: Jakob Trenskow rak leingi, skjótt og væl, fann Klæmint Olsen, ið smekkaði bóltin í meskarnar. Hóast NSÍ hevði nakrar aðrar vandamiklar støður í fyrra hálvleiki og nú bert manglaði eitt mál fyri at fáa javnvág, so tyktist HB at hava gitt tamarhald á støðuni - fram til 78. minutt. Búi Egilsson var heilt stutt áðrenn komin inn á vøllin og Klæmint fann hann. Skjóti áleyparin prikaði bólturin framvið Teiti Gestssyni, ið hevði hendurnar á bóltinum; tað kundi líkst einum frísparki, og landsliðsmálverjin var eisini ógvuliga ónøgdur við dømingina. NSÍ hevur her javnað til 2-2; tólv minuttir fyri leiklok. Klæmint Andrasson Olsen bæði skoraði og legði upp í kvøld. 29-ára gamli málverjin hevði umleið ein tíma seinni møguleikan at avgera hesa seinnu hálvfinaluna. Seinastu tíggju minuttirnar og í longdu leiktíðini var so at siga eingin málmøguleiki yvirhøvur, og so skuldi dysturin avgerast við brotssparkskapping. Teir fyrstu fýra HB-skjúttarnir vóru tryggir, men Teitur hevði bjargað skotinum hjá Rógva Egilstoft. Hann skuldi skjóta brotsspark nummar fimm hjá HB og harvið senda lið sítt í finaluna, men Tórður Thomsen las HB-liðformannin. 35-ára gamli málverjin varð skiftur inn fyri Karstin Hansen til brotssparkskappingina. Tórður hevði ikki spælt í nærum hálvt ár, orsakað av knæskaða, men nú gav hann NSÍ eina lívlinju, og eftir at fyrrverandi HB-leikarin Tróndur Jensen hevði javnað, bjargaði Tórður aftur; hesaferð frá javnaldranum hjá Trónda, René Shaki Joensen. Teitur svaraði síðani aftur við at taka skotið hjá Jákupi Jakobsen, ið annars kundi avgera alt. Síðani komu fýra mál á rað, áðrenn innskifti Tórður bjargaði skotinum hjá innskifta fyrrverandi NSÍ-leikaranum Michal Przybylski. Sølvi Sigvardson kom á vøllin í longdu leiktíðini. Hann hevur skora átjan ferðir fyri næst besta liðið hjá NSÍ - fleiri ferðir úr ellivu metrum - og Sølvi skapti stóran fagnað, tí í sínum bert fjórða dysti fyri besta liðið var miðvallarin ísakaldur og sendi barndómsfelagið í sína fyrstu steypafinalu síðani 2017.  Tá vann NSÍ 1-0 á B36. Finalan leygardagin skal vinnast, um liðið úr Runavík skal halda fast í evropeiska plássinum. Bill McLeod Jacobsen og hansara toymi hava nú ført NSÍ til eitt fjórða pláss og eina finalu, og leygardagin bíðar B36, sum hevði eitt gott kvøld á Tórsvølli í kvøld. Tað at hesi bæði liðini, ið spældi um fjórða plássi í seinasta umfari í Betrideildini, hittast í finaluni merkir, at bæði havi tørv á einum sigri fyri at fáa møguleikan fyri at spæla í evropeiskari kapping í 2022. HB og Víkingur hava spælt í tveimum teimum seinastu finalunum - HB hevur vunnið báðar - nú hava hesi liðini vetrarfrí.  Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verður mánadagin 29. novembur. Teitur Gestsson bjargar roynd frá Rógva Egilstoft. Tórður Thomsen bjargar roynd frá Teituri Matras Gestsson. Tórður Thomsen bjargar roynd frá René Shaki Joensen. Teitur Gestsson bjargar roynd frá Jákupi Jakobsen. Finalan um løgmanssteypið 2021. Tórsvøllur, leygardagin Føroyskir serfrøðingar til Afrika at undirvísa í havrætti Stórt skeið í havrætti verður í næsta mánaða í afrikanska landinum Tansania sum partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Jarðfeingi, danska Geus og AIIL. Finn Mørk og Martin Heinesen, jarðfrøðingar og  Bjørn Kunoy, professari í altjóða løgfrøði. Finn Mørk og Martin Heinesen, jarðfrøðingar, fara saman við Bjørn Kunoy, professara í altjóða løgfrøði, til Tansania at undirvísa í havrætti. Mánadagin 13. til 18. desember verður skeið í havrætti.  Skeiðið verður nú tikið upp aftur eftir tvey ára steðg. Hetta er triðju ferð, at skeiðið verður hildið í Arusha í Tansania, og tað er partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Jarðfeingi, danska GEUS og African Institute of International Law (AIIL). Skeiðið hevur til endamáls at menna førleikar í landgrunsviðurskiftum hjá menningarlondum, og á hesum øki hava Føroyar hava holla vitan og royndir. Í høvuðsheitum er skeiðið fíggjað av játtanini til menningarsamstarv frá Føroya landsstýri og er knýtt at eini samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og AIIL.  Skeiðið hevur verið hildið í Føroyum tríggjar ferðir frammanundan. Umleið 25 av teimum 30 luttakarunum eru úr sjey ymsum afrikanskum londum, og so eru eisini aðrir luttakarar úr øðrum londum kring um í heiminum. Í 2022 verður SACS eftir ætlan hildið á National University of Singapore, NUS. Endamálið við hesum er í mest møguligan mun at røkka og stuðla menningarlondum í Fjareystri og Osiania. Teir føroysku undirvísararnir á skeiðinum eru Bjørn Kunoy, løgfrøðingur og leiðandi umboð landsstýrisins í marknamálum, Martin Heinesen, jarðfrøðingur og limur í Landgrunsnevnd ST (CLCS) og Finn Mørk, jarðfrøðingur og serkønur í landgrunsmálum á GEUS. Eisini undirvísa aðrir altjóða serfrøðingar í løgfrøði og limir í CLCS. Les meira um skeiðið á heimasíðuni hjá Setrinum. Bók um vatnanøvn í Føroyum útgivin Í bókini er miðað eftir at geva eitt so fullfíggjað yvirlit sum til ber yvir vøtn í øllum landinum. Fróðskapur hevur givið út bókina Vatnanøvn í Føroyum eftir Eivind Weyhe. Størri og smærri vøtn og tjarnir eru at síggja í hópatali um alt landið, í dølum og botnum, við strendur og uppi við fjøll. Verri enn so alt er komið við á kort, helst tí tað er hildið vera ov smátt. Í bókini er miðað eftir at geva eitt so fullfíggjað yvirlit sum til ber yvir navnnevnd vøtn í øllum landinum. Í einum fakligum inngangi verður navnasiðurin og bygnaðurin í nøvnunum lýstur. Sjálvur bulurin í verkinum er ein gjøgnumgongd av øllum nøvnunum, sagt verður frá, hvar vøtnini og tjarnirnar eru, hvussu tey liggja í lendinum, eitt nú í mun til onnur støð, og navnaformur og navnatýdningur verður lýstur. Leisturin í bókini er tann sami sum í bókini Fjallanøvn í Føroyum, sum kom út í 2020. Bókin vendir sær bæði til staðarnavnagranskarar og til fólk við áhuga fyri føroyskum staðarnøvnum, føroyskum máli og føroyskari náttúru. Eivind Weyhe er professari í norrønari filologi og lektari emeritus á Fróðskaparsetri Føroya. Eivind granskar føroyskt mál og mentan, serliga staðarnøvn, mállæru, málføri og kvæði. Hann hevur skrivað bøkur og eina ørgrynnu av greinum til tíðarrit og bløð. Ein stórur partur av greinunum eru savnaðar í bókini Eivindaródn, sum Fróðskapur gav út í 2012. Sama árið fekk hann Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Bókin er 201 blaðsíður, við fleiri myndum. Permumyndina hevur Pól Sundskarð tikið. Avstralia hevur útsett upplating av landamørkunum Frá 1. desember var ætlanin, at útlendsk lesandi og arbeiðsfólk aftur skuldu sleppa at ferðast inn í landið, men hendan ætlanin er nú fyribils útsett orsakað av Omikron-frábrigdinum. 1. desember var ætlanin, at avstralsku landamørkini skuldu lata enn meira upp, soleiðis at útlendsk lesandi og útlendsk arbeiðsfólk skuldu sleppa at ferðast til landið - um tey eru koppsett fyri koronu. Men so verður ikki, og orsøkin er Omikron-frábrigdið. Eftir at avstralska stjórnin hevur havt kreppufund um málið, boðar forsætisráðharrin, Scott Morrison frá, at ætlanin fyribils er útsett í tvær vikur. Fyribils útsetingin fer at tryggja, at tey í Avstralia kunnu savna ta kunningina, tey hava brúk fyri fyri betri at skilja Omikron-frábrigdið - millum annað við atliti til koppseting, sjúkugongd, smittu og møgulig mild sjúkueyðkenni, sigur forsætisráðharrin sambært Ritzau. Tað var á vári í 2020, at Avstralia lat landamørkini aftur, og síðani hevur bert eitt avmarkað tal av ríkisborgarum og persónum við permanentum uppihaldsloyvi fingið loyvi at ferðast inn í landið, og fyrst í hesum mánaðinum varð eisini latið upp fyri Nýsælendskum ríkisborgarum. At ætlanin um at lata landamørkini enn meira upp nú er útsett er ein smeitur fyri lokala búskapin og vinnulívið. Arbeiðsgevarar hava nevniliga bíðað leingi eftir, at lesandi og faklærd arbeiðsfólk kunnu koma aftur til landið, av tí at har eru nógv støð, sum mangla arbeiðsmegi. Higartil eru fimm tilburðir við Omikron-frábrigdinum staðfestir í Avstralia. Varisligt bjartskygni at hóma í oljuvinnuni Fyrstu ferð í tvey ár hava umboð fyri Jarðfeingi aftur luttikið á oljuráðstevnu í London, har roynt varð at marknaðarføra Føroyar sum oljuleitiland í Norðuratlantshavi. Korona hevur lagt nógvar forðingar á gerandisdagin og harvið eisini á ráðstevnur og messur kring allan heim. Hetta er so eisini nakað tey á Jarðfeingi hava merkt til, nú umstøður ikki hava verið fyri at fara út í onnur lond at marknaðarføra føroyska landgrunnin til oljuleiting.   Í seinastu viku vóru kortini umboð frá Jarðfeingi við á oljuráðstevnuni PETEX í London. PETEX er ein afturvendandi ráðstevna, ið verður hildin annaðhvørt ár í London, og hetta er fyrsta ráðstevnan uttanlands, sum Jarðfeingi hevur verið við á seinastu tvey árini. Við sær hesa ferð høvdu umboðini ein sølubás umframt eina dagføringsframløgu um føroyska økið. Ráðstevnan vardi í tríggjar dagar, og mikudagin 24. november var Kate Sanderson, sendikvinna í London, og vitjaði á ráðstevnuni. Umframt at vitja á føroyska básinum hevði hon eisini høvi til at vitja aðrar landabásar, sum eins og Føroyar royna at varpa ljós á møguleikar hjá oljufeløgum at leita eftir kolvetnum í undirgrundini. Hon hevði so eisini møguleika at skifta orð við Tim Eggar, nevndarformann hjá bretska eftirlitsmyndugleikanum, OGA, Oil and Gas Authority, sum hevði framløgu á ráðstevnuni, har hann millum annað vísti á týdningin, at tað verður hildið fram við at leita eftir kolvetnum og útbyggja olju- og gassfelt á bretska landgrunninum. Mong av hesum liggja eystan fyri føroyska markið. Umframt at vísa fram dagført tilfar um føroysku undirgrundina á føroyska básinum, hevði eitt av føroysku umboðunum, Óluva Eidesgaard, framløgu á ráðstevnuni.   Sannlíkt at Omikron-frábrigdið er komið til Danmarkar Tveir tilburðir, sum eru staðfestir hjá ferðandi, sum komu úr Suðurafrika, verða nú kannaðir Nýggja koronufrábrigdið, Omikron, er helst funnið hjá tveimum ferðandi, sum eru komin til Danmarkar til Suðurafrika, upplýsir danska heilsumálaráðið. Tilburðirnir verða nú kannaðir nærri, og væntast tað endaliga at verða staðfest um nakrar dagar, sigur danska heilsumálaráðið sambært Ritzau. Upplýst verður, at tey smittaðu eru avbyrgd, og at smittusporingin er í gongd. Danmark er eitt av teimum londunum, sum hava mest umfatandi eftirlitið við ymiskum frábrigdinum, og er tað tí ikki so løgið, at Omikron-frábrigdið longu verður staðfest í Danmark, sigur danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke. Omikron-frábrigdið varð fyrst funnið í Suðurafrika, men nú hevur tað spreitt seg til fleiri onnur lond, millum annað fleiri í Evropa. Eitt nú er tað funnið í Belgia, Týsklandi, Stórabretlandi, og Italia. Tað er eisini funnið í Ísrael, Botsvana, Hong Kong og Avstralia. Fríggjadagin vórðu ferðaavmarkingar settar í verk fyri Suðurafrika og seks onnur lond í sunnara parti av Afrika. Listaframsýning hjá Edith Mørkøre. Býurin og býarkenslur Sunnudagin 28. november klokkan 16 letur framsýningin upp í Karet í Havn Sunudagin 28. november klokkan 16 letur Edith Mørkøre upp listaframsýning í KARET í Doktara Jakobsens gøtu í Havn. Framsýningin hevur heitið Býurin og býarkenslan, og umfatar hon málningar og grafikk, sum listakvinnan hevur arbeitt við í seinastuni við heitinum sum íblástur. Edith er autodidakt listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina sum sítt høvuðsstarv. Hon hevur við jøvnum millumbili havt listaframsýningar bæði her heima og uttanlanda. Eisini hevur hon listprýtt bókaútgávur og annað. Edith málar í egnum atelieri Inni á Gøtu í Hoyvík, har hon eisini sýnir fram sína list og heldur skeið og skapandi listarligar verkstovur hjá LITBRIGDI. Meira sæst at lesa um listakvinnuna á heimasíðuni. Fernisering er, sum áður nevnt, sunnudagin 28. november frá klokkan sekstan til átjan. Edith bjóðar eisini kaffi, te og okkurt gott til góman. Framsýningin er síðani opin hvønn dag í vikuni frá klokkan ellivu til nítjan. Um ein ynskir at Edith, er til staðar ta løtuna, tá ið ein vitjar framsýningina, ber til at seta seg í samband við hana og avtala eina tíð. Nýggjur jólasangur frá Ronnie Nýggi jólasangurin, sum hevur heitið, Jólini nærkast, snýr seg millum annað um nøkur av teimum góðu, og minni góðu, tingunum við jólunum. Jólini nærkast, og í hesum sambandi hevur Ronnie útgivið ein jólasang. Nýggi jólasangurin, sum hevur heitið, Jólini nærkast, snýr seg millum annað um nøkur av teimum góðu, og minni góðu, tingunum við jólunum. Tað er Ronnie sjálvur, sum hevur gjørt orð og lag. Sangurin kann nú hoyrast á YouTube, og seinni verður hann eisini á millum annað Spotify. Sangurin er framleiddur av Julian Andreasen, Dori, sum eisini stóð fyri framleiðsluni av sangunum Bygdafrell og Lívsins Leið hjá Ronnie. Árni Andreasen syngur kór og hevur eisini ein forvitnisligan leiklut í sjálvum sanginum. Eitt sjónbandalag er eisini gjørt til sangin, og tað hevur Allan Korsager Davidsen tikið sær av. Sjónbandalagið sæst omanfyri. Borgarin landað 1200 tons av sild í Kollafirði Borgarin hevur landað 1200 tons av sild til Faroe Pelagic Uppsjóvarskipið Borgarin hevur landað 1200 tons av sild, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi, til uppsjóvarvirkið Faroe Pelagic í Kollafirði. Skipini hava havt góðan fiskiskap eftir sild seinastu dagarnar, og nógv hevur verið at gjørt hjá uppsjóvarvirkjunum kring landið. Borgarin fór aftur á sildaveiðu tá ið skipið hevði landað. Ljótt í Spania Okkara kvinnur taptu 12-0 ímóti heimsstjørnunum úr Spania. Tað bleiv ljótt, øgiliga ljótt í Sevilla í kvøld. Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum tapti 12-0 ímóti besta liðnum í bólkinum, Spania. Longu frá byrjan fingu okkara ikki eitt bein til jørðina, og tá tveir minuttir vóru leiktir var bólturin í netinum aftanfyri Óluvu Allansdóttir Joensen í føroyska málinum. Sponsku kvinnurnar høvdu 38 málroyndir og skoraðu uppá tólv av teimum, meðan okkara onga málroynd høvdu yvirhøvur. Mynd av Bjarna Enghamar, Fótbóltssamband Føroya. Støðan í hálvleikinum var 5-0, og tíðliga í seinna hálvleiki skrædnaði av álvara, tá Spania fekk trý mál upp á tríggjar minuttir. Úrslitið gjørdist 12-0, sum er eitt sindur verri enn tá vit í september taptu 10-0 ímóti Spania á Tórsvølli. Hetta var seinasti HM-undankappingardysturin hjá kvinnunum í ár. Næsti dysturin verður ímóti Ungarn á útivølli 8. apríl. Enn hava vit einki stig megnað at skavað saman og liggja á aftasta plássi við null stigum. Kortini hava føroysku kvinnurnar fingið tvey mál í hesari undankappingini. B36 er í finaluni. Longd leiktíð við Løkin Sebastian Pingel skoraði tvær ferðir í 3-0 sigrinum hjá B36 á Tórsvølli, og harvið hevur B36 framvegis møguleika at røkka evropeiskum fótbólti. NSÍ vendi 0-2 til 2-2 móti HB. Á Tórsvølli er í løtuni stórur fagnaður í B36 leguni, tí teir hvítkløddu hava júst spælt seg í steypafinaluna við 3-0 sigri á Víkingi. Tað endaði 1-0 í fyrru hálvfinaluni í Sarpugerði, so trýstið var stórt á B36, ið noyðist at vinna steypakappingina fyri at vinna sær atgongd til evropeiskan fótbólt næsta ár. Víkingur hevði sínar møguleikar, serliga eftir steðgin, men tað vóru danirnir hjá B36, sum stóðu fyri málunum á Tórsvølli í kvøld. Sebastian Pingel gav heimaliðnum eina sera góða byrjan, og áleyparin, sum í fyrstu syftu kom til felagið í 2016, setti eisini punktum. Millum har skoraði miðvallarin Mathias Trane, bakkarnir Alex Mellemgaard og Benjamin Heinesen løgdu upp til málini í fyrra hálvleiki, og Hannes Agnarsson, ið ikki verður í barndómsfelagnum næsta ár, gjørdi nógv rætt fyri at syrgja fyri, at tað varð 3-0. Tá Pingel skoraði hetta seinna málið, skuldi Víkingur framvegis bert hava eitt mál fyri at koma í finaluna. HB og NSÍ skoraðu bæði tvær ferðir aftur í kvøld, og stríðast harvið framvegis um hitt finaluplássið. Mynd av Sverra Egholm. Harvið kann B36 framvegis vinna sær eitt steyp og evropeiskt pláss í ár - spurningurin er bara, hvat mótstøðuliðið verður. HB var leingi á sigurskós eftir tvey mál fyrsta korterið, men eins og í fyrru hálvfinaluni reista heimaliðið seg, og mál frá Klæmint Andrassyni Olsen og innskifta Búa Egilsson gjørdu, at tað endaði 4-4 samanlagt eftir tvær ferðir 90 minuttir, og nú er longd leiktíð á skránni. Fylg við á forsíðu okkara - dysturin kann síggjast hjá Televarpinum og beinleiðis frásøgn er á FM1 og í KVF. Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið mánadagin 29. novembur. Gamla myllan í Neshaga tænt fyri seg Í síni livitíð hevur myllan spart føroyska samfelagnum 2.696 tons av olju 28 ára gamla Nordtank vindmyllan hjá SEV, sum fórst 9. november, tá snarljósið sló niður í mylluna, var fyrsta væl eydnaða langtíðarverkætlan við vindorku í Føroyum. Royndir við at framleiða vindorku inn á netið hjá SEV hava verið gjørdar síðani seinast í sjeytiárunum. Fyrst í Suðuroy og Vágum, og seinni á Hellunum. Eingin av hesum verkætlanunum eydnaðist tó til fulnar. Tað vísti seg at vera sera trupult at fáa myllur, sum hildu til føroyska veðurlagið í longri tíð. SEV avgjørdi tó at gera eina roynd við Nordtank mylluni, sum bleiv sett til netið í 1993, og sigast má, at hon hevur tænt fyri seg. Myllan hevur øll árini riggað væl, framleiddi mest fram til 2006, tað er 550.000 kWt um árið. Framleiðslan var meira enn væntað, og generatorurin, sum var á 150 kW, var stundum uppi á 180 kW. Hesin generatorurin helt til 2007, tá hann bleiv skiftur út. Eftir hetta bleiv myllan lastað nakað minni, og í tíðarskeiðnum 2007 - 2021 framleiddi hon umleið 350.000 kWt um árið. Tað svarar til árligu nýtsluna hjá ávikavist 140 og 90 húskjum. Í síni livitíð hevur myllan framleitt tilsamans 12,8 GWt inn á elnetið og spart føroyska samfelagnum 2.696 tons av olju. Jólatrøini í Sunda kommunu tendrað 1. og 2. desember Eiðis Ljómfelag spælir, borgarstjórin tendrar trøini, og prestur heldur røðu Mikukvøldið 1. desember og hóskvøldið 2. desember verða jólatrøini í Sunda kommunu tendrað. Fyrsta træið verður tendrað á handilsøkinum við Norðskála mikukvøldið klokkan 18, og klokkan 20 verður træið við Gjógv tendrað. Hóskvøldið verða trøini tendrað í Hósvík, Hvalvík, Haldarsvík og Tjørnuvík. Hetta verður klokkan ávikavist 18, 19, 20 og 21. Kommunan upplýsir á heimasíðuni, at Eiðis Ljómfelag spælir til øll tiltøkini. Borgarstjórin tendrar trøini, og prestur heldur røðu. Jólamenninir koma eisini við pakkum til børnini, og okkurt gott verður eisini til tey vaksnu. Grundað á framhaldandi høgu korunusmittutølinum, verður tó ikki boðið inn til drekkamunn aftaná, men okkurt gott verður at fáa uttandura, verður sagt. Seinnu hálvfinalurnar. Báðar verða bríkslaðar í gongd sunnudagin klokkan 15 Dysturin í Runavík var upprunaliga á skránni leygardagin, men veðurforsøgnin fyri vikuskiftið ger, at hann er fluttur eitt samdøgur. Líknandi støða var við fyrru hálvfinaluni millum Víking og B36. Umleið klokkan fimm sunnudagin vita vit, hvørji tvey lið skulu stríðast um Løgmanssteypið á Tórsvølli 4. desember - uttan so at neyðugt er við longdari leiktíð í øðrum ella í báðum dystunum. Upprunaliga skuldu NSÍ og HB dystast í seinnu hálvfinaluni millum liðini leygardagin, men orsakað av ringu veðurforsøgnini fyri leygardagin og tí munandi betri til sunnudagin, er dysturin millum liðini, ið spældu 2-2 javnleik á Tórsvølli sunnudagin, fluttur. Í síðstu viku skuldu B36 og Víkingur spæla leygardagin í Sarpugerði, men hesin dysturin varð fluttur til sunnudagin, orsakað av veðurforsøgnini fyri leygardagin. Víkingur vann 1-0. Slíkt kann verða neyðugt - serliga tá avgerandi fótbóltsdystir verða spældir hesa árstíðina, og umráðandi er at teir verða avgreiddir í best møguligum umstøðunum. Les eisini at HB bjargaði sær eitt fínt útgangspunkt - Víkingur vann tepurt á B36Nú er tað hent tvær vikur á rað, og harvið verða báðar seinnu hálvfinalurnar bríkslaðar í gongd klokkan trý sunnudagin. Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmannsteypið verða sunnudagin 28. novembur klokkan 15. Fiskiskapur eftir data. Innsavnan og gagnnýtsla av data frá skipum Á næsta tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes, sum verður mikudagin 1. desember klokkan 14 á Bátasavninum í Leirvík, verður evnið, hvussu vit betri kunnu gagnnýta data frá skipum í fiskiskapi og granskingarhøpi. Nógv fiskiskip hava framkomna tøkni og savna eina rúgvu av data í sambandi við fiskiskapin. Tað eru stórir møguleikar at nýta hetta data bæði til at fiska betri og í granskingarhøpi, til dømis kunnu hitatøl frá bæði skipi og troli saman siga nakað um lagbýtið í sjónum, og hvar frontar standa. Hetta hevur stóra ávirkan á útbreiðsluna av uppsjóvarfiski. Savnan av hitadata, data um fiskaslag og støddarbýti frá hvørjum tovi, kann saman við havfrøðiligum data (frá fylgisveinum og í havinum) og modellum, geva neyvari sanntíðar (real time) vitan um umstøðurnar í sjónum. Hetta bæði við vatnskorpuna og djúpari. Slík vitan kann gera fiskiskapin neyvari og skynsamari, og samstundis geva virðismikla vitan til havfrøðiliga gransking. Á tiltakinum fer Hjálmar Hátún, havfrøðingur á Havstovuni at greiða frá møguleikunum í at gagnnýta slíkt data; Jan Egholm, stjóri á Vikmar, kemur at greiða frá hvørji hagtøl tey savna, og hvørjar framtíðarætlanir tey hava á økinum. Eisini kemur Signar Heinesen frá Data Quality Systems at greiða stutt frá, hvussu slík data kunnu góðskutryggjast til nýtslu í granskingarhøpi. Eisini fara umboð fyri Christian í Grótinum, Framherja, Varðan og Smyril Line at hugleiða um virðið á slíkum data. Høvi verður til eitt prát og ein drekkamunn eftir tiltakið. Sum siður er á síðsta tiltakinum fyri jól, verður rís a la mande og annað jólaligt á matskránni. Neyðugt er at boða frá luttøku her. Um Ocean Cluster Faroes Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Tiltøkini verða fyrsta mikudag í hvørjum mánaði og snúgva seg um ymisk viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning og at kjakast um felags avbjóðingar og loysnir. Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar. Í Ocean Cluster Faroes hittast partarnir javnan til íblástur. Felags fyri limirnar í Ocean Cluster Faroes er, at teir allir hava áhuga í nýskapan og burðardygd í sjófeingisvinnum, føroyska samfelagnum at frama. Øll kunnu gerast limir í Ocean Cluster Faroes. Glaðsheyggur og Grasagarður skulu dagførast Seinnu árini eru familjurnar í størri mun eisini farnar at brúka uppihaldsøkini í býnum til at stytta sær stundir, í staðin fyri einans at halda seg til sítt nærumhvørvið Á skránni fyri býráðsfundinum í Tórshavnar býráði í kvøld, er millum annað eisini ein raðfesting av uttandura- og spæliøkjunum á Glaðsheyggi og í Grasagarði. Fleiri og fleiri borgarar brúka býin og uppihaldsøkini í býnum. Seinnu árini eru familjurnar í størri mun eisini farnar at brúka uppihaldsøkini í býnum til at stytta sær stundir, í staðin fyri einans at halda seg til sítt nærumhvørvið. Samtykt varð í 2015 at skipa grasplenurnar í Grasagarði til spæliøki hjá børnum, og eitt stórt arbeiði varð gjørt í hesum sambandi. Spæliplássið er sera væl umtókt og nógv vitjað seinastu árini. Nú er so ætlanin at fara undir dagføringar av spæliøkinum, fyri samanlagt 2 milliónir. krónur Somuleiðis varð fyri fáum árum síðani fríøkið á Glaðsheyggi útgjørt við fitness reiðskapi, soleiðis at borgararnir kundu steðga á frá gongutúrinum og røra seg á annan heilsugóðan hátt. Útgerðin treingir til at verða dagførd, umframt at ynski er um at raðfesta økið við spælireiðskapi, soleiðis at børn og familjur í størri mun kunnu fáa gleði av økinum, og soleiðis at miðbýurin hevur enn eitt tilboð til barnafamiljurnar í kommununi. Mælt verður til at játta krónur 700.000 til hetta arbeiðið. Bæði uppskotini eru viðgjørd og samtykt í fíggjarnevndini, og koma til viðgerðar á Býráðsfundinum í kvøld. Burðardyggasta matstova í ríkinum Bert tvær matstovur í Danmark verða mettar at vera betri enn Koks Matstovan Koks frammi við Gjónn fekk í dag enn ein heiður at prýða seg við. Tað var í sambandi við at matstovuguidin, kallað White Guide Denmark, avdúkaði sín lista yvir bestu matstovurnar í danska kongaríkinum. Her fekk Koks ein serligan heiður, nevniliga sum matstovan, sum er tann burðardyggasta. Men eisini á sjálvum listanum fekk Koks eina flotta plasering sum nummar trý á listanum yvir 10 tær bestu matstovurnar í Danmark. Bara Noma og Alcemist verða mettar at vera betri enn Koks. Hinvegin eru tað tríggjar aðrar, sum eru líka góðar sum Koks, tí tað vóru fýra matstovur, sum máttu deilast um heiðurin at vera triðbest. Hinar matstovurnar eru Geranium, Cadeau og Lyst. Tær fýra matstovurnar á triðja plássi fingu 38 av 40 møguligum stigum fyri matupplivingina og 97 av 100 fyri heildarupplivingina. Alcemist á øðrum plássi fekk 38/98 og Noma fekk 39/98. Á sjeynda plássi kom Jordnær, á áttanda kom AOC og Søllerød Kro og á tíggjunda plássi kom einasta danska matstovan uttan fyri høvuðsstaðarøkið, nevniliga Syttende í Sønderborg.  Bjartur fríggjadagur í Fuglafirði Í Fuglafirði velja tey ein annan leist enn Black Friday Um alt landið verður lýst við Svørtum fríggjadegi ella Black Friday og summastaðni við fleiri døgum ella heilari viku. Lagt verður upp til kø-tilboð og kassa-køir. Handils- og kafélívið í Fuglafirði hevur valt ein annan leist. Handlarnir hava eisini nógv góð tilboð, men hava valt at kalla dagin Bjartur fríggjadagur, tí hvørki Black ella svart hóska til hugnan og ljósa huglagið í býnum. Her lýsa jólaperurnar og vindeyguni glitra við ljósum og øðrum pynti, og verður kavin liggjandi, lýsir hann eisini upp.  Fjálgu handlarnir Fjord og NoðaStova, sum fyllir tvey ár hetta vikuskiftið, klædnahandlarnir Kato og ikki minst Vørðslan, sum júst hevur skift samleika, hava leingi opið. Hugnaligi Piddasahandil og Lúkukaféin í Gallarí Ribarhús hava hondgjørdar lutir og jólaligan bakstur. Her er stutt millum handlarnar og kaffimunnarnar, og verða tey vitjandi svong, eru møguleikar eisini fyri tí. Lagt er í hvussu er upp til, at øll kunnu fáa ein hugnaligan dag í jólastákanini. Filipsoyggjar sleppa ætlanini um at lata upp fyri ferðandi Í fjør var ferðavinnan á oyggjunum hart rakt av koronu, og minkaði talið á ferðafólki við 83 prosent - Eftir ætlan skuldi latast upp fyri koppsettum 1. desember, men orsakað av Omikron-frábrigdinum er hendan ætlanin fyribils slept 19. november boðaðu Filipsoyggjarnar frá, at tær frá 1. desember fóru at lata upp fyri ferðafólki, sum vóru koppsett fyri koronu, men hetta verður tó av ongum fyribils. Orsøkin er Omikron-frábrigdið, og ynskja myndugleikarnir at forða fyri, at nýggja frábrigdið fær fótafesti í oyggjunum. Higartil hevur oyggjalandið tó ikki boðað frá nøkrum tilburðum við hesum frábrigdinum, skrivar Ritzau Ferðavinnan í Filipsoyggjunum var hart rakt í fjør. Tá minkaði talið á ferðafólki við 83 prosent í mun til undanfarna ár. Talið á ferðafólkum í 2019 var 8,2 milliónir, og í 2020 var talið minkað niður í 1,4. Flestu ferðafólkini koma úr Japan, Suðurkorea og Kina. Umleið 112 milliónir fólk búgva í Filipsoyggjunum, og bert ein góður fjórðingur av teimum eru koppsett fyri koronu. Men í dag byrjar eitt nýtt koppsetingarátak í oyggjunum, sum hevur til endamáls at fáa koppsett níggju milliónir fólk komandi tríggjar dagarnar. Pota í koronuraktari bygd Vestmanna og Kvívík kanna sínar borgarar fyri koronu næstu dagarnar Korona ger veruliga um seg í Vestmanna, har skúlin er stongdur næstu tíggju dagarnar. Nú hava Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna gjørt avtalu við Sjúkrahúsverkið um at kanna sínar borgarar fyri koronu. Hetta verður gjørt í Vestmanna skúla. Kommunurnar fegnast um, at hetta nú kann lata seg gerða og vóna, at borgararnir í bygdunum fara at nýta hetta tilboðið, so vit kunna basa korona í okkara bygdum og koma hartil, at vit øll kunnu fá ein vanligan gerandisdag aftur og ikki minst, eini koronafríð jól, skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðuni. Bílegging fer fram á korona.fo, og tað er møguligt at bíleggja sær tíðir til fríggjadagin og til sunnudagin. Kannað verður millum klokkan 17 og 19. Semingsstovnurin tilkallaður Tá komið varð til lønarhækkingarnar, slitnaðu samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Nú er upp til semingsstovnin at finna semju um lønarlagið Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, eru slitnaðar. Boð eru nú send eftir semingsstovninum. Hetta boðar Starvsfelagið frá í tíðindaskrivi seinnapartin. Her harmast felagið um, at partarnir ikki kunnu finna semju um lønarspurningin í frælsum samráðingum. Starvsfelagið skrivar, at samráðingarnar annars hava gingið væl og siðiliga fyri seg. Nógvir fundir hava verið, har fleiri viðurskifti, ið betra um sáttmálaviðurskiftini hjá limum okkara, eru komin upp á pláss.  Men tá ið kravið um lønarhækkingar skuldi viðgerðast, steðgaði alt upp. Og eftir ynski frá arbeiðsgevararunum varð Semingsstovurin boðsendur í dag. Sambært Starvsfelagnum bar einki til, tá lønarkarmurin skuldi avtalast. Felagið undrast á, at arbeiðsgevararnir kasta frá sær nú, tí tá avtornaði var tað sera lítið, sum skilti partarnar. Tveita ábyrgdina frá sær. Við ynskinum um at fara til Semingsstovnin hava almennu arbeiðsgevararnir enn einaferð tveitt ábyrgdina frá sær, skrivar Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum í skrivinum. Tað ger, at vit seta eitt stórt spurnartekin við, um arbeiðsgevararnir yvirhøvur eru førir fyri ella búnir til at taka avgerðir um, hvussu lønarlagið skal verða í okkara samfelag í frælsum samráðingum. Sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum við KAF og FMR vóru uppsagdir til 1. oktober. Galdandi sáttmálar eru í gildi, meðan samráðst verður og til partarnir hava vrakað eitt møguligt semingsuppskot ella semingsstovnurin hevur kastað frá sær.  Avlýsa dyst í bestu mansdeildini orsakað av koronu Dysturin millum Neistan og VÍF, sum skuldi vera í kvøld, er útsettur. Dysturin í Burn deildini millum Neistan og VÍF, sum skuldi vera í kvøld klokkan 20, er útsettur. Orsøkin er sum so nógv annað í hesum døgum, korona. Hesum boðar Hondbóltssambandið frá seinnapartin. VÍF og Neistin liggja ávikavist á triðja og fjórða plássið við 10 og 8 stigum aftaná níggju dystir. Seinast liðini hittust var í Vestmanna 17. oktober, og tá vann Neistin 30-26. Kristian Djurhuus. Søgan um ein løgmann Óli Jacobsen hevur savnað og ritstjórna nýggja bók um mann, sum var á ovastu rók í samfelagnum í hálvthundrað ár Bókin er grundað á tað, sum Kristian hevur skrivað niður um sítt lív. Hetta er so rúgvusmikið, at tað í hesi bók bara er pláss at lýsa hansara lív og virksemi fyrstu 45 árini av lívinum til seinna kríggið rakti Føroyar í 1940. Kristian var havnarmaður, føddur í 1895. Bókin byrjar við hansara ættarsøgu og annars um lívið í Havn. Hesin parturin er ein áhugaverdur partur av havnarsøgu, har hann dugur væl at greiða frá umstøðunum hjá fólki tá í tíðini. Hann vaks upp í Ólastovu á Kongabrúnni, og hansara lýsing av hesum grannalagi er hugtakandi. Kristian hevur verið gløggur, og tað var skjótt at hann fekk arbeiði hjá dómaranum. 22 ára gamal giftist hann við Margrethu Nielsen av, sum var komin til Havnar at arbeiða. Tey fingu fýra synir. At álit hevur verið á honum sæst millum annað í 1919, tá ið hann 24 ára gamal fær ta serligu uppgávu at fara út í Hest at veita teimum troyst, sum sótu eftir á skaðadegnum, tá ið 11 menn sjólótust. Ólastova við Kongabrúnna, har Kristian Djurhuus vaks upp. Ungur sýslumaður Í 1920 fekk hann bara 25 ára gamal starvið sum sýslumaður í Suðuroy. Ein stórur partur av bókini er um hetta starvið, sum eisini hevði við sær ferðing til allar bygdir í oynni. Og tað var til gongu! Eisini vóru kongavitjanir, sum í 1921, tá ið Christian kongur fekk gron, tí hann hevði fingið skeiv klæði at lata seg í. Ein dramatisk frásøgn er frá ferð í Dímun, tá ið hann eins væl kundi doyð, tá ið ein steinur, sum datt úr berginum rakti bóndan í oynni so meint, at hann doyði. Steinuri fór beint framvið høvdinum á Kristiani. Kristian kom í kommunupolitikk í tvey skeið og var formaður eitt skeið. Skapti søgu í politikki Men mest er hann kendur fyri sín leiklut í landspolitikki. Hann varð valdur inn á Føroya Løgting fyri Sambandsflokkin í 1932. Her kom hann at broyta føroyskan politikk, eisini við skipaðum nevndararbeiði, har hann koma at taka sær nógv av tí skrivliga, sum i dag er ein størri sjálvfylgja, enn tað var tá. Kristian greiðir livandi frá virkseminum á løgtingi. Eitt tað fremsta málið var jarðarlóggaávan og "gráabók", sum skuldi geva ognarleysum betri møguleikar at fáa jørð, so tey eisini kundu hava kúgv og seyð. Í hesum máli vóru Kristian og Jóannes Patursson mótpolar, men tað endaði við, at sjónarmiðini hjá Kristian vunnu. Tað hevur valla fyrr verið ein so nágreinilig lýsing av hesum máli, sum her hjá Kristian. Tað eru nógvar skemtiligar søgur í bókini, sum tá ið kona fútan, Niels Westerby, gav manninum boð um at skjóta móti veiðutjóvum. Kristian var sera tollyntur, sum tá ið hann stuðlaði arbeiðsfólkinum á Tvøroyri at fáa lønina í hondina. Í hesi bók, sum er úti móti 400 síðum og við nógvum myndum, verður ikki komið longur enn til krígsbyrjanina í 1940. Tíðin fer at vísa, um tað verður hildið fram. Bókin lýsir Kristian sum ein sakligan mann, sum dugdi væl at undirbyggja síni sjónarmið. Kristindómurin fylti eisini nógv hjá honum. Tá ið tað stóð á hjá honum, vendi hann sær til Várharra. Samanumtikið er henda bók eitt gott ískoyti lýsingina av føroyska samfelagnum fyrra partin av 20. øld. Bókin endar við frásøgn hjá Margretha um sín barndóm inni á Skálafjørðinum. Óli Jacobsen gevur út bókina á egna forlagnum Tjørnustova. Bókin kostar 330 krónur í bókabúðunum. Óli Jacobsen, her avmyndaður á einum tiltaki í kirkjugarðinum á Svínaryggi, hevur lagt bókina til rættis og gevur út. Maðurin sum tendraði fjúsið mátti spela burtur áðrenn tað brast Bilurin, ið skuldi koyra hann burtur frá brestinum, var í ólagið Ein maður, sum stóð fyri eini spreinging niðri í Sandoyartunlinum í gjáramorgunin, mátti taka beinini á nakkan og renna burtur fyri ikki at verða raktur av skotinum. Hetta tí at hann ikki fekk bilin avstað, sum skuldi føra hann burtur frá brestinum. Teitur Samuelsen, stjóri fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnlum, váttar fyri Portalinum, at tað hendi eitt lítið óhapp í gjár. Eg havi ikki fingið at vita, júst hvat hendi, men tað var okkurt við at bilurin, ið hann skuldi koyra burtur við, ikki startaði ella fekst í gear, greiðir Teitur Samuelsen frá. Tunnilsstjórin sigur, at arbeiðsfólkini í tunlinum arbeiða eftir føstum mannagongdum í slíkum førum. Tá tey skjóta, verður eldur settur á eitt fjús, sum er so mikið langt, at tað gongur ein minuttur ella so áðrenn dynamittið brestur. Tað er nóg mikið til at tann, ið tendrar, kann sleppa so mikið burtur, skotið ikki gerst vandamikið fyri viðkomandi. Og tað var tað, sum maðurin mátti gera í gjár, rann burtur og fann sær eitt skjól, áðrenn bresturin kom. Sum skilst fekk maðurin ongan skaða av tilburðinum, men bilurin fekk nakrar snuddir.  Landsbankin. Skuldin hjá føroysku húsarhaldunum 59 prosent av BTÚ Skuldin hjá føroyskum húsarhaldum var 59 prosent av BTÚ í 2019, meðan privata eftirlønaruppsparingin var 48 prosent av BTÚ sama tíðarskeið. Føroyska húsarhaldsskuldin og privata eftirlønaruppsparingin eru sum partur av BTÚ á leið á stødd við miðal hjá OECD-londunum í 2019. Í myndini niðanfyri er privata eftirlønaruppsparingin, sum húsarhaldini eiga, víst saman við húsarhaldsskuldini. Bæði tvey eru roknaði í prosent av BTÚ. Myndin vísir ein positivan samanhang millum stødd av skuld og stødd á privatari eftirlønaruppsparing, ið merkir, at í teimum londum, har pensjónsuppsparingin er stór, er líkt til at húsarhaldsskuldin eisini er stór. Danmark hevur hægstu eftirlønaruppsparingina av vístu londunum í myndini; hon er meira enn tvær ferðir støddina av BTÚ, men donsku húskini hava samstundis eina stóra skuld; hon er omanfyri 100 prosent av BTÚ í 2019. Føroysku húsarhaldini hava til samanbering eina skuld á 59 prosent av BTÚ, meðan privata eftirlønaruppsparingin er 48 prosent av BTÚ í 2019. Í miðal er privata eftirlønaruppsparingin hjá vístu londunum í myndini 57 prosent av BTÚ í 2019, meðan miðalið fyri húsarhaldsskuld er 63 prosent av BTÚ í 2019. Yvirtøkuætlanir í Grønlandi Landsstýrið arbeiðir við at yvirtaka málsøki partafeløg, roknskap og grannskoðan Grønlendska heimastýrið arbeiðir nú við at yvirtaka málsøkini, sum umfata partafeløg, roknskap og grannskoðan frá danska statinum. Hetta er fyrstu ferð í tíggju ár, at arbeitt verður við eini yvirtøku, ella heimtøku, sum grønlendingar kalla tað. Tað er landsstýrismaðurin við vinnu- og handilsmálum, Pele Broberg, sum boðar frá, at hann er farin undir samráðingar við ríkismyndugleikarnar um yvirtøku av málinum. Vit hava arbeitt við hesum í eina tíð. Tað er gongd í málinum og eg fegnist um, at tað er eitt samt landsstýri, sum hevur samtykt at fara undir hetta, sigur Pele Broberg. Málið hjá grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, er at smíða eina lóggávu, ið er ætlað Grønlandi. Í løtuni verður hetta øki stýrt sambært danskari lóggávu, og tað ger arbeiðið trupult, tí danska lóggávan er løgd eftir danska ES-limaskapinum. Grønland er, sum kunnugt, ikki limur í ES. Seinast grønlendingar tóku eitt málsøki heim var í 2010, tá økini ráevni og frálanda arbeiðsumhvørvi vórðu yvirtikin. Enn er ikki greitt nær lóggávan fyri partafeløg, roknskap og grannskoðan kemur á grønlendskar hendur. Vit rokna við, at tað kann henda einaferð komandi ár, um alt gongur sum ætlað, sigur Pele Broberg við Sermitsiaq. Við yvirtøkuni verður eisini ein talgilding av økinum gjøgnumførd. Talgildingin hevur fyrimunir við sær, tá feløg skulu skrásetast, og tað verður eisini lættari at fáa eitt yvirlit yvir grønlendska vinnulívið. Enn er einki sagt um, hvat kostnaðurin av hesi heimtøkuni verður, men her er talan um eina av teimum bíligu yvirtøkunum, sigur Pele Broberg. Í samgonguskjalinum hjá núsitandi landsstýri stendur annars, at matvøruøkið skal yvirtakast. Hetta er eitt av teimum meira kostnaðarmiklu yvirtøkunum. Roknað verður við einum kostnaði millum 25 og 30 milliónir krónur um árið, skrivar Sermitsiaq.  Jólatrøini í Eysturkommunu tendrað komandi dagarnar Týskvøldið verður træið tendrað í Leirvík, og mikukvøldið verður træið við Gøtugjógv tendrað Í morgin, týsdagin 30. november, og mikudagin 1. desember verða jólatrøini í Eysturkommunu tendrað. Fyrsta træið verður tendrað í Leirvík týskvøldið klokkan 19. Marius Jacobsen heldur røðu, og kórið Eystanljóð syngur. Mikuvkøldið klokkan 19 verður træið tendrað við Gøtugjógv. Marita Klein Joensen heldur røðu, og kórið Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur. Jólamenninir koma eisini at vitja, og skótarnir servera jólabollar og kakao úti undir hálvtekjunum í skúlunum báðum, skrivar kommunan. John Fogerty kemur til Fyn í summar Er á plakatini hjá Heartland festivalinum 2022 Tað eru óivað nógvir føroyingar, sum hava sum ynski at uppliva amerikanska John Fogerty á palli. Í summar verður eitt gott høvi, tá amerikanski sangarin, oddamaðurin í orkestrinum Creedence Clearwater Revival og maðurin aftan fyri ógloymandi sangir vitjar Heartland festivalin á Fjóni. Festivalurin, sum verður í døgunum 2. til 4. juni í økinum kring Egeskov slott, hevur í dag kunngjørt 11 nýggj nøvn, sum vera við í summar. Og teirra millum er víðagitni og í Føroyum so væl dámdi John Fogerty. Millum onnur kend nøvn, sum spæla á Heartland festivalinum í summar eru Lindsey Buckingham, Greta Van Fleet og Pet Shop Boys.  Kanna aftur í Vestmanna hesa vikuna Fríggjadagin og sunnudagin vórðu tilsamans 517 koronukanningar gjørdar í Vestmanna, og kannað verður aftur í Miðhøllini týsdagin og fríggjadagin Fríggjakvøldið og sunnukvøldið varð kannað fyri koronu í Vestmanna, og kannað verður aftur í bygdini hesa vikuna. Vestmanna kommunu upplýsir á heimasíðuni, at kannað verður í Miðhøllini frá klokkan 17 til 19 týskvøldið 30. november og fríggjakvøldið 3. desember.  Higartil eru 517 koronukanningar gjørdar í Vestmanna. Fríggjakvøldið 26. november vórðu 248 fólk kannað. Vegna serliga umstøður kom kanningarútgerðin ov seint frá Sjúkrahúsverkinum, og koronutoymið kundi ikki fara til verka til ásettu tíð. Hetta elvdi til langa bíðirøð. Sunnukvøldið 28. november vórðu 269 fólk kannað í Vestmanna, uttan bíðirøð. Tað var í farnu viku, at Vestmanna og Kvívíkar kommuna gjørdu avtalu við Sjúkrahúsverkið um koronukanningar, meðan smittutrýstið er høgt í økinum. Korona hevur millum annað gjørt um seg á Vestmanna skúla, og hevur skúlin tí verið stongdur síðan 25. november, og hann verður verandi stongdur til 5. desember. Seinastu 14. dagarnar eru tilsamans 103 tilburðir staðfestir í Norðurstreymoy, og fríggjadagin vórðu 20 tilburðir staðfestir í økinum. Finaludystur hjá Føroyum Fyrrapartin vunnu Føroyar 3 1/2 - 1/2 á Malta í fimta umfari, og avgerandi dysturin í smálandakappingini fyri landslið í talvi verður seinnapartin millum Føroyar og Monako. Avgerandi dysturin í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta verður seinnapartin millum Føroyar og Monako. Hesi liðini hava sum tey einastu vunnið allar fimm dystirnar í kappingini. Fyrrapartin vunnu Føroyar 3 1/2 - 1/2 á Malta í fimta umfari. Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol vunnu, og Helgi Dam Ziska telvaði remis á 1. borði. Hini úrslitini í fimta umfari. Jersey, Monako, Guernsey, Andorra, Luksemburg, Kyprós, kvinnuúrvalslið, Liktinstein (eitt talv er ikki liðugt). Føroyar 10 dystarstig (16 1/2 borðstig), Monako 10 dystarstig (16 borðstig), Kyprós 9 dystarstig (14 1/2 borðstig). Monako og Føroyar Á liðnum hjá Monako eru tveir stórmeistarar. Bagheri og Efimov. Hvørgin er úr Monako. Bagheri er ættaður úr Iran, og er annar stórmeistarin haðani. Efimov hevur í fleiri ár umboðað Monako. Føroyar hava sammettar við Monako hægri styrkital á trimum av fremstu fýra borðunum. Á øðrum borði stendur á jøvnum í rating. Høgni Egilstoft Nielsen hevur verið flúgvandi higartil, og hevur sum tann einasti av øllum í kappingini fult stigatal eftir fimm umfør. Hann telvar eisini fyri sínum triðja og síðsta normi til heitið sum altjóða talvmeistari. Vert er eisini at gáa eftir góða úrslitinum hjá einans 15 ára gamla Luitjen A. Apol. Vit rokna við, at bæði liðini seta sínar topp fýra manningar til dystin, sum byrjar seinnapartin. Her eru hagtølini fyri toppliðini Ungur drongur álopin í Steinatúni Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um eini átta unglingar, sum lupu á ein javngamlan drong í miðbýnum í Havn í gjárkvøldið Seint í gjárkvøldið varð boðað frá harðskapi í Steinatúni í Havn. Talan var um eini átta unglingar, sum løgdu á ein javngamlan drong, og endaði tað við, at hann mátti á skaðastovuna. Ungi drongurin er longu útskrivaður aftur. Hann hevur fingið nakrar snuddir, og møguliga heilaskjálvta eisini, sigur løgreglan. Unglingarnir vóru allir um 15-16 ára aldur. Nakrar avhoyringar eru gjørdar í málinum, men fleiri skulu gerast afturat. Av tí at talan er um so ung fólk, kann hetta taka eitt sindur av tíð at leggja til rættis, millum annað tí at barnaverndin eisini verður blandað uppí, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Kanna harðskapsmál í Havn Ein maður hevur fingið skaða, og hevur verið á Landssjúkrahúsinum til kanningar, men løgreglan hevur enn ikki fingið greiðu á, hvat er farið fram Í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um harðskap í Havn. Løgreglan veit enn ikki rættiliga at siga, hvat tað er, sum er farið fram, men sum skilst er talan um sonevndan ómotiveraðan harðskap, og ein maður hevur fingið skaða og hevur hann eisini latið seg kanna á Landssjúkrahúsinum. Hvønn skaða talan er um, verður ikki upplýst. Av politistøðini verður sagt, at tey hava brotsmannin á støðini í løtuni, og at báðir partar skulu avhoyrast seinni. Væl vitjað skeið við Troels Bech Umleið 60 venjarar nýttu høvið at taka lut á skeiðnum hjá roynda danska venjaranum Troels Bech, sum Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri seinasta leygardag. Fótbóltssamband Føroya: Farna vikuskifti var ein av royndastu venjarunum í donskum fótbólti á vitjan í Føroyum. Talan er um 55 ára gamla Troels Bech, ið millum annað hevur staðið á odda fyri AC Horsens, Silkeborg IF, FC Midtjyllandi og OB. Harafturat var Troels Bech eitt tíðarskeið ítróttarstjóri í Brøndby IF, og hann hevur eisini spælt á hægsta støði í bæði Danmark og Týsklandi. Eg haldi at vit fingu nógv burturúr. Hann dugdi væl at greiða frá gerandisdegnum hjá einum Superligavenjara, og venjingin, ið hann hevði á vøllinum var góð, sigur Jákup á Borg, ið var ein av luttakarunum á skeiðnum. Skeiðið við Troels Bech var ætlað venjarum við UEFA A- og B-venjaraprógvi, og teimum, sum í august mánað fóru undir A-venjaraútbúgvingina. Føroyar einsamallar á odda í smálandakappingini Helgi Dam Ziska vann, hinir telvaðu javnt, móti Monako í gjárkvøldið. Føroyska talvlandsliðið vann í gjárkvøldið 2 1/2 -1 1/2 á Monako í týðandi toppdysti í smálandakappingini í talvi á Malta. Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, tryggjaði sigurin við sigri á 1. borði móti stórmeistaranum Amir Bagheri. Á hinum trimum borðunum endaði javnt.  Føroyar hava nú, sum einasta tjóðin, vunnið allar seks dystirnir í kappingini higartil. Trý umfør eru nú eftir, og ein toppdystur aftrat. Fyrr í gjár vunnu Føroyar 3 1/2 - 1/2 móti vertunum, Malta.   Kýpros hevur heldur óvæntað lagt seg út í toppstríðið við fimm sigrum og einum javnleiki. Føroyar og Kýpros telva fríggjadagin. Í dag er dystur móti einum kvinnuúrvalsliði, sum er aftast í kappingini. Kvinnurnar loysa av San Marino, sum gav avboð. Í síðsta umfari leygardagin telva Føroyar og Guernsey. Føroyska landsliðið miðar nú eftir at vinna allar dystirnar. Helgi Dam Ziska skrivar soleiðis av Malta í kvøld um dystin móti Monako. Dysturin ímóti Monako gekk eftir bókini. Høgni tók ein skjótan javnleik við svørtum, eins og vit høvdu tosað um undan dystinum. Stutt eftir tók Luitjen eisini javnt, somuleiðis við svørtum. Tá var støðan á hinum borðunum tann, at bæði John og eg høvdu fingið tryggan fyrimun við hvíta fólkinum. Vit telvaðu báðir at kalla um tvey úrslit, sigur ella javnleik, sum er ein ynskistøða, tá ið man telvar liðkapping. Eg vann mítt talv rímiliga greitt, og so tryggjaði John dystarsigurin við remis í sínum talvi. Hini úrslitini í sætta umfari. Kýpros - Jersey 3 1/2 - 1/2 Andorra - Luksemburg 2-2 Liktinstein - Guernsey 1-3 Malta - Kvinnuúrvalslið 3 1/2 - 1/2 Nýggjar tíðir. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska. Korona-krøvini eru strong á Malta. Telvararnir verða dagliga kannaðir og sita við munnbindi undir dysti   Týskir flokkar samdir um at gevast við kolaorku Og gass skal ikki verða loyvt at brúka í orkuframleiðsluni frá 2040 Teir tríggir flokkarnir, SPD, FDP og tey Grønu vóna at semjast um seinastu smálutirnar í eini samstarvsavtalu í dag. Henda fevnir so eisini um at so líðandi at steðga kolanýtslu í orkuframleiðsluni fram til 2030. Veðurlagspoltikkurin stendur sera frammaliga í avtaluni. Umframt at gevast við kolanýtsluni, so eru flokkarnir eisini samdir um, at gass ikki skal verða brúkt í orkuframleiðsluni frá 2040 veit Reuters at siga frá. Forboð verður sett móti at brúka gass í upphitingini í nýggjum húsum. Frá 2035 verður ikki loyvt  at selja bilar, sum brúka diesel og bensin. Hetta er í tráð við tað, sum ES hevur sett út í kortið. Tey Grønu høvdu ætlað at rokkið hesum máli fyrr. Magn aftur eitt gott ár Fyritøkan sum í størri mun aftur er komin á føroyskar hendur, hevði eitt avlop upp á 31,6 milliónir krónur Hesa vikuna er greiningin av orkufelagnum Magn, sum júst er fráboðað at verða selt. Í Føroyum er tvey oljufeløg, sum í dag eisini kalla seg orkufeløg. Talan er um Effo, sum vit greinaðu síðstu viku og Magn, sum vit fara at greina her. Tað var vinnulívsmaðurin Christian Holm Jacobsen, sum í 1925 byrjaði at selja oljutunnur frá Shell umvegis Dansk-Engelsk Bensin og Petroleums Co.  Í 1953 yvirtók A/S Dansk Shell umboðið sum undirdeild, Shell Føroyar, hjá danska felagnum. Í 2007 bleiv Shell Føroyar selt til íslendskar íleggjarar, fyrst sum P/F Fonns, síðani Føroya Hedda og síðani at enda sum partur av Skeljungi í Íslandi, har felagið síðani 2009 hevur haft navnið Magn P/F.  Magn er nú í størri mun aftur komið á føroyskar hendur, sambært almennum upplýsingum frá Skeljungi og nevndarformanninum og høvuðsstigtakaranum í Sp/f Orkufelagið, Teitur N. Poulsen. Tó er upplýst at íslendska Skeljungur framhaldandi kemur at eiga upp til 49 prosent av Magn P/F. Magn hevur annars stórt virksemið í Føroyum, við oljusølu til skip og vinnuna, føroysk húsarhald og sølu umvegis Magn støðirnar í Føroyum. Magn eigur harnæst meirilutan í Demich og er nú eisini aktivt í íløgum í vindmyllur saman við LÍV. Árið 2020 hjá Magn hilnaðist annars rættiliga væl. Samlaða sølan hjá Magn í 2020 gjørdist 667 milliónir krónur , í mun til 923 milliónir krónur í 2019. Talan er um eitt fall í søluni á 27,8 prosent. Í ársfrágreiningini í roknskapinum verður sagt at marknaðarparturin er fallin eitt vet í 2020. Harnæst er tað almenn vitan at oljuprísurin fall nógv í 2020, sum helst er størsta orsøkin til stóra fallið frá 2019 til 2020. Bruttovinningurin øktist úr 128,4 milliónir krónur í 2019 til 133,7 milliónir krónur í 2020. Talan er um ein vøkstur á 4,2 prosent. Úrslitið áðrenn avskrivingar og rentur, eisini nevnt ebidta, var 55,7 milliónir krónur í 2020 samanborið við 66,7 milliónir krónur í 2019. Eitt fall á 16,5 prosent. Ársúrslitið hjá Magn fyri 2020 gjørdist eitt avlop upp á 31,6 milliónir krónur samanborið við 36,3 milliónir krónur í 2019, sum er eitt fall á 12,9 prosent. Landskassin fær 8,3 milliónir krónur í partafelagsskatti av ársúrslitinum í 2020. Fíggjarjavnin hjá Magn var samanlagt 315,6 milliónir krónur í 2020. Støðisognin var í 2020 íalt 198,4 milliónir krónur í mun til 207,6 milliónir krónur í 2019. Ogn í umferð er økt úr 102,2 milliónir krónur í 2019 til 117,2 milliónir krónur í 2020. Samlaða skuldin hjá Magn er økt úr 159,5 milliónir krónur í 2019 til 227,1 milliónir krónur í 2020. Tað er ein vøkstur í skuldini á 67,6 milliónir krónur Eginpeningurin hjá Magn í 2020 var 79,7 milliónir krónur, sammett við 141,1 milliónir krónur í 2019.  Fallið í eginpeninginum stavar frá útgoldnum vinningsbýtið í 2020 á íalt 93 milliónir krónur, sum er útgoldið eigaranum. Trygdarevnið hjá Magn, sum er er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, er tí fallið úr 46 prosentum í 2019 til 25 prosent í 2020. Gjaldførislutfallið hjá Magn er økt úr 98 prosentum í 2019 til 106 prosent í 2020. Tøkur peningur við ársenda 2020 var 30,5 milliónir krónur Vit mugu staðfesta at úrslitið hjá Magn er sera gott og gjaldførið er nøktandi. Tó er eginpeningurin minkaður so mikið, at trygdarevnið er farið niðurum vanliga markið á 30 prosent fyri at verða eitt nøktandi trygdarevnið. Vit vænta tó at hetta er gjørt í sambandi við eigaraskifti, sum væntandi endaliga fer fram rímiliga skjótt. Magn upplýsir í roknskapinum, at 82 starvsfólkum vóru í starvið í 2020. Stjóri í Magn er Finn Jakobsen. Nevndarformaður er Jón Ásgeir Jóhannesson. Finn Jakobsen er stjóri í Magn. Savnsmynd av Jens Kristian Vang. Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Grønland skundkannar skúlanæmingar Smittuvandin er serliga á skúlunum í Nuuk. Nú kemur Falck landsstýrinum til hjálpar Í Grønlandi taka tey nú nýggj vápn, skundkanning, í brúk fyri at basa koronasmittuni serliga í skúlunum í Nuuk. Tað er grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, sum hevur tikið avgerð um, at hesar skundkanningar skulu gerast fyri at tálma smittuvandan millum skúlanæmingar. Tað upplýsti Kirsten L. Fencker, landsstýriskvinna við heilsumálum í tíðindaskrivi í gjár. Í dag koma fýra starvsfólk frá Falck til Nuuk, og í morgin verða tey klár at kanna børnini á skúlunum í býnum, skrivar Nuuk Ugeavis á netinum. Tað hevur í eina tíð verið skúlanæmingar, ið hava borið smittuna í Nuuk. Við at testa tey regluliga, fáa vit betri møguleika fyri at bróta smittuketurnar og venda aftur til ein vanligan gerandisdag á skúlunum, sigur Kirsten L. Fencker við Nuuk Ugeavis. Foreldrini skulu geva sítt samtykki til at lata børnini kanna. Naalakkersuisut heitir á barnaforeldur um at geva síni samtykki, so smittusporanin kann vera so gagnlig sum gjørligt. Ætlanin er at fólkini frá Falck skulu fara út til skúlarnar fyri at gera royndir so skjótt tað er illgruni um smittu. Í gjár lá talið á smittaðum í Grønlandi á 301.  Knústu Luksemburg Føroyar vunnu heili 4-0 á liðnum, sum er styrkismett nummar trý í kappingini. Allir á føroyska liðnum vunnu. Føroyska talvlandsliðið gjørdi ein ordans vørr í smálandakappingini á Malta fyrrapartin. Føroyar vunnu heili 4-0 á liðnum, sum er styrkismett nummar trý í kappingini. Luksemburg hevur tvær ferðir vunnið smálandakappingina. Allir á føroyska liðnum, Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol, vunnu. 15 ára gamli Luitjen var tann fyrsti, sum vann. Hann var tann einasti av føroysku telvarunum, sum hevði lægri styrkital enn mótstøðumaðurin. Við hesum einastandandi úrsliti - og tepra sigrinum í gjár á Andorra, sum er styrkismett nummar tvey í kappingini - hava Føroyar fingið eina flúgvandi byrjan suðuri á Malta. Hini úrslitini í 2. umfari: Andorra - Likttinstein 3 - 1, Kýprós - Malta 2 1/2 - 1 1/2, Jersey - Guernsey 1 - 3, Monaco - Kvinnuúrvalsliðið 4 - 0 Nú seinnapartin telva Føroyar móti Liktinstein. Næmingar í Vági fyrireika stórt jólatiltak Pengarnir, sum koma inn, eru við til at fíggja luttøku í norðurlendskari verkætlan Nú flestu bygdirnar gera klárt við jólapynt og tendran av jólatrøum, eru tey í Vágs skúla eisini farin at fyrireika stórt jólatiltak. Næmingarnir í 7. flokki hava seinastu tíðina starvast runt um í ymiskum verkstovum í skúlanum, eins og at teir hava fingið ymiskt tilfar úr viðarlundini og frá fyritøkum, sum tey hava evnað til soleiðis at tey hava gjørt ymiskt jólapynt, sum tey fara at selja og vísa fram á jólasølu um vikuskiftið. Næmingar eru eisini partur av einari norðurlendskari verkætlan, har næmingar og lærarar í Íslandi, Føroyum og Finnlandi vitja hvør annan og arbeiða saman um læring í nærumhvørvinum, og tað er til hesa verkætlan, at næmingarnir savna pening, soleiðis at tey kunnu vitja hesar norðurlendsku grannarnar. At fólkaskúlanæmingar soleiðis arbeiða við einum evni yvir eina tíð, er eisini sera gott fyri sálarheilsuna hjá teimum og er í trá við tey tilmæli, ið Fólkaheilsuráðið varpar ljós á við átakinum ABC fyri sálarheilsu. Og tað er júst tað, lærararnir hava upplivað hesa tíðina, at næmingarnir hava verið hugbundnir og virknir, samstundis sum tey hava verið saman. Nú jólasøla letur dyrnar upp leygardagin og sunnudagin er góður møguleiki at vitja inn á gólvið, at fáa ein kaffimunn, samstundis at til ber at taka jólamyndir og lurta eftir jólasøgu frá Bubu ella sangi frá børnunum í Vágs skúla, og á henda hátt stuðla hesum næmingunum í verkætlan teirra. Meiri kunning kemur á facebook síðuna: Jólasøla og jólakafé í Vágs skúla.  Ársins bestu brundar Fríggjakvøldið vóru vinnararnir av Landsseyðasýningini kunngjørdir Fríggjadagin vórðu úrslitini av árligu Landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vórðu virðislønir latnar til bestu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar. Á hvørjum heysti eru staðbundnar seyðasýningar úti um landið, har góðkendir sýnarar døma brundseyð. Seyðurin, ið antin hevur fingið úrvalsvinning ella fyrsta vinning á teimum staðbundnu sýningunum, kann síðan verða meldaður til Landsseyðasýningina, ið Búnaðarstovan skipar fyri, sum liður í arbeiðinum at ala fram so lýtaleysan seyð í Føroyum, sum gjørligt. Til Landsseyðasýningina verða tilmeldaðu seyðirnir sýnaðir umaftur av útvaldum sýnsmonnum, bidnir til uppgávuna av Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir, og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum.  At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nummar 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar. Avgerðin Úrslitini fyri 2021 blivu almannakunngjørd 26. november á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har gott 40 áhugað vóru komin saman. Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum. Vístar vórðu videoupptøkur av átta teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki. Síðan helt Jacob Vestergaard røðu vegna sýnsmenninar, og kunngjørdi vinnararnar og handaði teimum virðislønirnar. Úrslitini vóru hesi. Fyrsta virðisløn, verðagjólingar: Thorvald Lützen, Syðradalur Veðragjólingar: Fyrsta virðisløn: Thorvald Lützen, Syðradalur. Onnur virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður. Triðja virðisløn: Búnaðarstovan, Kollafjørður Fyrsta virðisløn, veturgamlir veðrar: Sigtór Thorvaldson Lützen, Syðradalur S Veturgamlir veðrar: Fyrsta virðisløn: Sigtór Thorvaldson Lützen, Syðradalur. Onnur virðisløn: Mortan úr Hørg, Sumba. Triðja virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður  Fyrsta virðisløn, eldri veðrar: Christian Christiansen, Skáli Eldri veðrar: Fyrsta virðisløn: Christian Christiansen, Skáli. Onnur virðisløn: Jákup J. Joensen, Sumba. Triðja virðisløn: Juul Sumberg, Vágur Møguleiki var at fylgja tiltakinum í beinleiðis stroyming.   Maija Kauhanen og Konsørn í Norðurlandahúsinum Við sterkari, livandi rødd, fingrafimum kantelespæli og uppfinningarsamum slagverki rúnabindur Maija Kauhanen sínar áhoyrarar Hon spælir sær við rútmum og takt og skapar serstakar ljóðmyndir og eitt fangandi groove. Maija Kauhanen er bæði tónaskald og fjølljóðførisleikari, umframt at hon við síni sterku útstráling á pallinum er einki minni enn bergtakandi. Hon fær sín íblástur úr siðbundna tónleikinum úr Finlandi og Karelia í Russlandi, og dugir ómetaliga væl at tulka gomlu løgini til nútíðina. Tónleikurin hjá Maija bjóðar bæði gleði og sorg, ótta og vón, ungan kærleika og mist frælsi. Maija Kauhanen hevur spælt á øllum heimsins størstu festivalum innan fólkatónleik og heimstónleik. 2. desembur fer hon á pall í Norðurlandahúsinum. Áðrenn Maija fer á pallin, spælir føroyska duoin Konsørn, sum í 2021 vann ein FMA fyri bestu kompositión. Konsørn eru Mattias Kapnas (klaver og synthesizer) og Jan Rúni Poulsen (trummur og slagverk).     Kanning um føroysku kriminalforsorgina: Nýtt fongsul er besta loysnin Í samband við fíggjarlógina 2021, ið varð gjørd seinasta ár, vórðu 1,5 milliónir. krónur settar av til at gera eina kanning av viðurskiftunum hjá kriminalforsorgini í Føroyum eftir ynski frá Edmundi Joensen, fólkatingslimi fyri Sambandsflokkin. Kanningin er liðug og vísir á, at eingin ivi er um, at besta loysnin er at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum Samráðingarnar við donsku stjórnina fyri eina fleirársavtalu til kriminalforsorgina eru byrjaðar, og viðurskiftini hjá kriminalforsorgini í Føroyum eru als ikki nøktandi. Hetta er nú greitt fyri allar partar, eftir at kanningin um viðurskiftini, sum danska løgmálaráðið gjørdi saman við føroyskum embætisfólki, varð liðug fyrr í ár. Tá Edmund Joensen fór til fíggjarlógarsamráðingar í 2020 var tað fyrst og fremst við tí fyri eyga at fyrireika arbeiðið til at gera bøtur av kriminalforsorgini í Føroyum. Hann for tí til samráðingarnar við ynskinum um 1,5 milliónir til hesa kanningina, soleiðis at umstøðurnar kundu greinast, og rætta loysnin kundi finnast. Hóast smærri ábøtur eru gjørdar í fongslinum í Mjørkadali gjøgnum árini, er tað ikki nóg mikið, og har eru enn nógv viðurskifti, ið mugu fáast í rættlag. Ein tann størsta avbjóðingin hjá føroysku kriminalforsorgini er staðsetingin av fongslinum í Mjørkadali, har avmarkaða vegasambandið til fongslið og serliga harðføra veðurlagið hevur stóran týdning fyri trygdina hjá starvsfólki og fongslaðum og eisini fyri rættindunum hjá teimum fongslaðu til útgongu og líknandi. Tískil er eitt nýtt fongsul á eini nýggjari, høgligari staðseting besta loysnin. Hetta staðfestir kanningin eisini. Eg gleðist um, at kanningin av umstøðunum hjá kriminalforsorgini nú er liðug, og ikki minst, at kanningin vísir púra greitt, hvør besta loysnin er fyri kriminalforsorgina í Føroyum. Sum fólkatingsumboð er tað okkara uppgáva at vera við til at finna útav, hvør besta loysnin er, men tað er ábyrgdin hjá ráðharranum at finna útav, hvussu trupulleikin best verður loystur. Eftir mínum tykki er tó eingin ivi um, at eitt nýtt fongsul skal til, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin. Um kanningina. Kanningin um viðurskiftini hjá kriminalforsorgini í Føroyum er býtt upp í tríggjar partar. Fyrsti kanningarpartur hevur til endamáls at geva eitt faktuelt grundarlag fyri leggingarprosentinum í arrestini í Mjørkadali. Tað vil siga upplýsingar um longd á dómum, høvuðsbrotsverk, aldur og kyn og eisini um føroyingar við bústaði í Føroyum, sum sita dóm í Danmark, ella sum eru fluttir til Danmarkar í samband við varðhaldsfongsling. Annar kanningarpartur greiðir frá teimum núverðandi avbjóðingum, ið eru fyri føroyingar, ið sita treytaleysan dóm í Føroyum, og eisini verða umstøðurnar í arrestini í Mjørkadali greinaðar. Tað eru úrslitini av hesum kanningarparti, ið eru upprunastøði fyri kanningarparti trý, ið vísir á møguligar loysnir upp á tær avbjóðingar, ið í dag eru í kriminalforsorgini. Her verður víst á fýra ymisk modell. Modell A er tann einasta loysnin, ið loysir allar avbjóðingar. Hetta inniber at byggja eitt heilt nýtt fongsul á eini nýggjari staðseting. Modell A er tann dýrasta loysnin, og verður mett at kosta 233 milliónir krónur, men er samstundis tann einasta loysnin, ið loysir allar núverðandi trupulleikar hjá Kriminalforsorgini - ikki minst tann størsta trupulleikan, sum er staðsetingin í Mjørkadali. Modell B inniber, sum heitið vísir á, at taka allan bygningin í nýtslu. Hesin møguleikin loysir plásstrupulleikan í Mjørkadali, men sjálvsagt ikki staðsetingina og verður mett at kosta eitt stað millum 56 og 131 milliónir krónur Modell C inniber, at ovasta hæddin í Mjørkadali verður tikin í nýtslu. Sostatt verður kapasiteturin á fongslinum størri, men nógv annað væntar enn í, fyri at umstøðurnar skulu verða nøktandi. Hendan loysnin er mett at kosta 35 milliónir krónur Modell D hevur einans til endamáls at styrkja um arbeiðsmøguleikarnar hjá teimum fongslaðu, av tí at meira pláss verður til tess og fongslið kann taka aðrar arbeiðsuppgávur inn. Hendan loysnin er mett at kosta 1 milliónir krónur. Afturat teimum ymsu modellunum eru nøkur fylgiskjøl gjørd til kanningina, millum annað eitt um veðurlagið í Mjørkadali. Sambandsflokkurin á Fólkatingi Gøtunes skal landa sild á Tvøroyri. Gøtunes hevur 1900 tons av sild. Uppsjóvarskipið Gøtunes skal landa 1900 tons av sild til Varðan Pelagic. Gøtunes hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður. Gøtunes slapp framat tá ið liðugt var at landa Trónd í Gøtu, og Gøtunes fer aftur á sildaveiðu tá ið liðugt er at landa.  FNU fær hundrað túsund frá Betri Í gjár lat Betri samtakið stóra adventsgávu til felagið, sum arbeiðir fyri at verja føroyska náttúru Betri boðaði í gjár, fyrsta sunnudag í advent, frá, at samtakið ynskir at geva FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, 100.000 krónur til arbeiðið at verja føroysku náttúruna.  Í FNU eru tey sera glað fyri adventsgávuna og viðurkenningina, sum fylgir við.   FNU hevur síðan 1980 virkað til frama fyri náttúruna og umhvørvið og hevur javnan verið frammi og átalað, tá ið okkurt er farið fram, sum ikki hevur verið burðardygt ella har hædd ikki er tikin fyri náttúruni ella umhvørvinum.   Gávan frá Betri kemur sera væl við og gevur møguleikar at fara undir verkætlanir, sum ikki vóru møguligar frammanundan. Eitt, sum kanska liggur fyrst fyri, er arbeiðið at fáa fleiri fólk í felagið.   Í løtuni eru áleið 200 limir í FNU, sum eru heilt vanlig fólk og ikki serfrøðingar, men hava eina sannføring og alsk til náttúruna. Tá ið tú av fyrstani tíð fær eyguni upp fyri, hvussu gevandi náttúran í veruleikanum er, og hvussu nógv, vit kanska hava lyndi til at taka fyri givið, so veksur eisini hugurin at verja ta dýrabaru náttúruna, vit hava í Føroyum. Nógv nýggj gransking vísir á týdningin, sum náttúra hevur á trivnað og fólkaheilsu, og vit ynskja sum felag at verða røddin, sum bæði vísir á týdningin og gleðina av einum ríkum útilívið.  - Vit vilja tí gera eitt tak fyri at verja hana. Eisini vilja vit ávirka soleiðis, at vinnulívið, kommunur, landsmyndugleikar og samfelagið sum heild menna seg burðardygt. Vit halda, at FNU hevur ein sera týdningarmiklan samfelagsligan leiklut sum millumlið millum vanlig fólk og myndugleikar og vinnulív, og vit eru ikki í iva um, at vit hava ein serligan týdning í mun til at føroyska samfelagið skal mennast burðardygt.  FNU hevur stórar verkætlanir fyri framman. Eitt langtíðarmál, ið arbeitt verður við, er at vit í Føroyum áseta øki at vera náttúruparkir ella tjóðargarðar, ið sum minst, ella als ikki, skulu nertast av mannahond. Eisini verður arbeitt við einum "Náttúrufagnaði", har ætlanin er at bjóða einstaklingum og øðrum náttúru- og umhvørvisfeløgum at koma saman og stimbra, kjakast og menna føroyska áhugan og alskin til náttúruna.  Alt virksemið hjá FNU er grundað á sjálvbodnar eldsálir. Og tá ið so er er tað heilt natúrligt at virksemið ikki altíð er so støðugt og miðvíst, sum ynskiligt er. Men gávan frá Betri styrkir heilt vist um felagsskapin, nevndina og serskildar arbeiðsbólkar, ið arbeiða við málvísum átøkum, so sum átakið "Veðurlagslóg nú!".   At stuðul hjálpir, hevur felagið ítøkiligt dømi um, tí við stuðli frá stórum donskum grunni, sum nevnist Aage V. Jensens naturfond, hevur tað síðani 2018 borið til hjá FNU, saman við Fuglafrøðifelagnum, at hava skrivstovu og parttíðar skrivara.  27 flóttar druknaðu í Ermasundi í gjár Boris Johnson og Emmanuel Macron eru samdir um at støðga flóttum í at royna at sigla úr Fraklandi til Bretlands Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, og forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, eru vorðnir samdir um, at okkurt nú má gerast fyri at støðga vandamiklu royndunum, sum flóttafólk gera fyri at sleppa tvørtur um Ermasund úr Fraklandi til Bretlands. Tað gjørdist teir báðir samdir um á einum kreppufundi í gjár. Fundurin varð fingin í lag eftir at 27 flóttar í gjár druknaðu í royndini at koma yvir Ermasund, skrivar Reuters. Í gjár varð fyrst sagt, at 31 fólk høvdu latið lív, men talið av druknaðum varð seinni rættað til at vera 27. Ein talsmaður fyri bretska forsætisráðharran sigur, at partarnir eru samdir um at gera tað teir kunnu fyri at støðga hesum ferðunum. Royndirnar at flýggja yvir um Ermasund eru av álvara øktar hesa seinastu tíðina. 12. november vóru tað umleið túsund fólk, sum gjørdu royndina, og tað er met fyri hvussu nógv fólk royndu at koma tvørtur um sundið í eitt samdøgur. Talsfólkið hjá Johnson leggur dent á, at arbeiðsinnsatsurin hjá londunum skal gerast mótvegis teimum harkaliðum, sum skipa fyri ferðunum, og harvið seta mannalív í vanda. Hesa vikuna hevur franska løgreglan sagt, at tey hava handtikið 15 persónar, sum eru undir illgruna fyri at vera limir í einum altjóða felagsskapi av mannasmuglarum, skrivar AFP-tíðindastovan. Sambært fronskum myndugleikum hava 31.500 persónar roynt at flýggja úr Fraklandi til Bretlands í ár. 7.800 fólk eru bjargað á sjónum.  Sjúkrabilur uttan fyri sjúkrahúsið í franska havnabýnum Calais. Fyrstu atgongumerkini til HM-undankappingina sett til sølu í dag Í døgunum 14. til 16. januar spæla Føroyar HM-undankappingardystir í Høllini á Hálsi móti Lettlandi, Italia og Luksemborg, og fyrstu 400 atgongumerkini verða sett til sølu í dag klokkan 14. Í døgunum 14. til 16. januar 2022 spælir føroyska A-landsliðið við monnum HM-undankappingardystir á heimavølli móti Lettlandi, Italia og Luksemborg, og í dag byrjar atgongumerkjasølan til dystirnar. Fyrstu 400 atgongumerkini verða sett til sølu klokkan 14. Í fyrstu atløgu, grundað á tey galdandi koronutilmælini, verða seld tvær ferðir 200 atgongumerki, so tað ikki vera fleiri enn 200 fólk í hvørjum øki í høllini. Tveir dystir eru hvønn dag, har Føroyar spæla tann seinna. Til ber at keypa atgongumerki til hvønn dag sær ella alt vikuskiftið og allar dystirnar. Les meira her. Dystir verða spældir í Høllini á Hálsi í Havn, og skráin er soljóðandi. Fríggjadagin 14. januar klokkan 17.00 Lettland - Italia og klokkan 19.30 Luksemburg - Føroyar Leygardagin 15. januar klokkan 17.00 Lettland - Luksemburg og klokkan 19.30 Italia - Føroyar Sunnudagin 16. januar klokkan 15.30 Italia - Luksemburg og klokkan 18.00 Føroyar - Lettland Vilja geva alt Uppgávan er ein hin størsta nakrantíð, tá A-landsliðið við kvinnum hóskvøldið fer á vøllin fyri seinastu ferð í ár. Fótbóltssamband Føroya: Tað er ein risastór uppgáva og uppliving, sum bíðar føroysku kvinnunum á Estadio La Cartuja de Sevilla í annaðkvøld. Spanska mótstøðuliðið hevur víst sína styrki og vunnið allar sínar undankappingardystir higartil uttan himpr. Tað gjørdi seg eisini galdandi, tá liðini hittust á Tórsvølli í september og gestirnir fóru avstað aftur við einum 10-0 sigri í skjáttuni.  Síðan tá hava Føroyar spælt móti Skotlandi, Ukraina og Ungarn. Enn er einki stig komið á kontuna, men stríðsviljin hevur verið sjónligur í øllum dystunum, og harumframt eru kvinnurnar eisini komnar á máltalvuna tvær ferðir; á Hampden Park móti Skotlandi og á Tórsvølli móti Ungarn.  Tað er tó eingin loyna, at Spania er í heimsflokki og ein stórur biti hjá føroyska liðnum. Hetta ræðir tó ikki føroysku spælararnar, sum fara á vøllin fyri at geva alt, sum tær eiga.  Ásla Johannesen, mynd av Bjarna Enghamar frá Fótbóltssambandinum Føroya. Vit vita, hvussu ótrúliga dugnaligar, tær sponsku spælararnir eru. Vit hava sjálvar følt tað á vøllinum, og nú eru vit so eisini á útivølli, so hetta er ein stór avbjóðing hjá okkum.  Men samstundis er hetta ein spennandi uppgáva og ein uppliving. Vit mennast í heilum sum hópur og lið, og tað arbeiða vit hart fyri at vísa á vøllinum eisini. So vit geva veruliga alt, sum vit eiga, fyri at gera tað trupult fyri tær at spæla ímóti okkum, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá fótbóltssambandinum. Í dag hevur landsliðið vant á leikvøllinum og lagt seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin, sum verður spældur í annaðkvøld, hóskvøldið 25. november. Dysturin millum Spania og Føroyar verður spældur á Estadio La Cartuja de Sevilla klokkan 20 føroyska tíð, og til ber at stroyma hann á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya. Myndir frá seinastu venjingini áðrenn dystin av Bjarna Enghamar frá Fótbóltssambandinum Føroya Landsbankin. Føroyska EGS-skuldin mett til 35 prosent í 2021 EGS-skuldin hjá Føroyum er mett til at verða 35 prosent av BTÚ í 2021. EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyra Samstarvið, og EGS skuld er ein háttur at rokna út almenna bruttoskuld, ið kann samanberast tvørturum lond EGS-skuldin hjá Føroyum var um 44 prosent av BTÚ við ársenda 2020, samanborið við 35 prosent við ársenda 2019. Orsøkin til vøksturin frá 2019 til 2020 er, at landskassin í juni 2020 økti skuldina við 1,6 milliardir krónur í sambandi við Covid-19. Landskassin hevur tó í juni 2021 afturgoldið 1,35 milliardir krónur av skuldini og metingin er, at EGS-skuldin við ársenda 2021 aftur verður nærum 35 prosent av BTÚ. EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyra Samstarvið, og EGS skuld er ein ávísur máti at rokna út bruttoskuld, sum ger tað møguligt at samanbera skuld­ar­støðið tvørturum lond. Á donskum verður tað rópt ØMU og á enskum EMU. Almenna skuldin umfatar skuld hjá stjórnarmyndugleikanum, lands­parta­mynd­ug­leik­um (regiónum), kommunum og sosialum grunnum. Skuldin hjá almennum fyri­tøkum, sum tað almenna stendur fyri, verður eisini roknað við, um so er, at felagið ikki er sjálvberandi og almenni myndugleikin má gjalda vegna veðhaldið. Megnar ein almenn fyri­tøka, ið hevur skuld, ikki at afturgjalda skuldina við egnum inntøkum, verður skuldin, ella partur av skuldini, roknað við í almennu EGS-skuldina. Tískil er skuldin hjá P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlinum roknað við í almennu skuldini hjá Føroyum. Upprunaliga var hesin háttur nýttur til at vita, um evrulondini hildu seg innanfyri avtalaða hámarkið á 60 prosent av BTÚ. Síðan fóru onnur evropeisk lond at nýta leistin at gera upp skuld, so tey kundu samanbera seg við hini evrulondini. Nú verður EGS-leisturin ofta nýttur sum eitt lyklatal, tá samanberingar verða gjørdar um almenna skuld í ymsum londum, eisini hjá londum sum einki hava við ES at gera. H71 smurdi kollfirðingar av Hoyvíkingar høvdu stórsigur við sær heim úr Kollafirði í kvøld. H71 vann heili 28-15. Oddadysturin í Burn deildini, sum er besta mansdeildin í hondbólti, í Kollafirði í kvøld, og lagt var upp til stóran spenning. Men tað bleiv ongantíð spennandi. H71 var á odda 17-5 í steðginum, og vann dystin heili 28-15. Hetta var ein dagur har lítið riggaði hjá KÍF, meðan hoyvíkingar við Paula Jacobsen í málinum, og brøðrunum Paula og Óla Mittún, settu kollfirðingar so dyggiliga uppá pláss. Toppskjútti hjá H71 gjørdist Óli Mittún við sjey málum. Hans Eli Sigurbjørnsson var toppskjútti hjá KÍF við átta málum. H71 og KÍF eru sostatt jøvn á fyrsta plássi í deildini við 14 stigum. Í annaðkvøld er aftur dystur í Burn deildini, tá Neistin tekur ímóti VÍF í Høllini á Hálsi. Suðurafrika. Ætla ikki at lata aftur Myndugleikarnir í Suðurafrika ætla ikki at lata aftur fyribils, og forsetin heitir á tey londini, sum hava sett ferðaavmarkingar í verk móti millum annað Suðurafrika um at seta tær úr gildi aftur Hóast Suðurafrika nú stendur til at skula stríðast við eina nýggja bylgju av koronu orsakað av nýggja Omikron-frábrigdinum, merkir tað ikki, at myndugleikarnir ætla at lata landið aftur fyribils. Tað segði suðurafrikanski forsetin, Cyril Ramaphosa, sum eisini finst at teimum londunum í vesturheiminum, sum hava sett ferðaavmarkingar í verk fyri fleiri lond í sunnara parti av Afrika orsakað av nýggja frábrigdinum. Vit heita á tey londini, sum hava sett ferðaavmarkingar í verk móti landi okkara og suðurafrikonsku systirtjóðir okkara, um skjótt at broyta avgerðirnar, segði hann í røðu sunnukvøldið. Avmarkingarnar eiga at verða settar úr gildi, tí tær eru skaðiligar fyri suðurafrikanska búskapin, og talan er um órættvísan mismun, sigur hann sambært Ritzau. Tey vælbjargaðu londini eiga í staðin at brúka orku fyri at hjálpa menningarlondum við at basa koronu. Hóast tey í Suðurafrika ikki ætla at steingja landið fyribils, umhugsar stjórnin tó at gera koppseting til krav í serligum økjum fyri serligar bólkar, sigur Ramaphosa. Hvørjir talan er um, verður ikki upplýst. Les eisini um ferðafólk, ið eru rýmd úr Suðurafrika. Hetta er órættvíst, sigur stjórnin Jólafløgan hjá Heina Lützen komin á netið Fløgan kom út í fjør, og nú er hon givin út á ymisku stroymingartænastunum "Frelsarin føddur er" er heitið á jólafløguni, ið kom út 1. desember í fjør, og sum nú verður givin út á ymisku stroymingartænastum á netinum. Tá fløgan kom út í fjør, var millum annað sagt.  Heine Lützen ið hevur verið í studio, og savnað saman 10 løg, harav 5 eru nýinnspæld og 5 eru givin út fyrr. Heine syngur á 8 av løgunum, umframt eina duett saman við dóttrini Jóhannu. Malan Lützen, systir Heina syngur eisini eitt lag, ið er ein føroyska útgáva av einum øðrum sangi. Heitislagið er nýskrivað, meðan restin er umsett, ella eru gamlir, kendir jólasálmar.   Nýinnspældu løgini eru tikin upp í studionum hjá Jákup Zachariassen, ið eisini hevur lagt til rættis. Óli Poulsen hevur ljóðblandað. Ymiskir føroyskir studiotónleikarir, og onkur útlendskur spæla tónleikin.  Eg havi leingi ætlað mær at geva út eina jólafløgu, har eg eisini kann savna tey gomlu løgini, sum eg havi sungið gjøgnum árini á ymiskum útgávum. Onkur av hesum eru horvin í meldrinum, men nú er so møguleiki at hugna sær á jólum við góða tónleikinum, við hesum gleðiboðunum um, at Frelsarin føddur er, sigur Heine Lützen. Nettoognin hjá føroyingum á leið somu stødd sum hjá dønum og íslendingum Føroysk húskir eiga eina nettoogn á nærum 45 milliardir krónur í 2019, ið svarar til tvær ferðir BTÚ. Sæð í mun til tøku inntøkuna, er nettoognin 5,2 ferðir so stór sum tøka inntøkan hjá føroysku húskjunum. Hjá dønum er hon 5,4 ferðir, og hjá íslendingum 5,6 ferðir tøku inntøkuna í 2019 Landsbanki Føroya hevur dagført uppgerðina av ogn og skuld hjá føroyskum húskjum til árið 2019. Hetta verður gjørt fyri at kanna, hvussu skuldarbundin føroysk húskir eru í mun til sína inntøku, og hvussu stór samlaða ognin og skuldin hjá føroyingum er samanborið við onnur lond. Samlaða nettoognin er økt frá at vera 5 ferðir tøku inntøkuna hjá húskjunum í 2018 til 5,2 ferðir tøku inntøkuna í 2019. Broytingin stavar frá eini øking í sethúsaognini, privatu pensjónsuppsparingini og innlánunum í peningastovnunum í 2019 í mun til árið fyri. Samlaða skuldin hjá húskjunum er eisini økt, men ikki líka nógv sum samlaðu ognirnar, og tí sæst ein vøkstur í nettoognini í 2019 í mun til árið fyri. Av fíggjarligum ognum eiga føroysk húskir fyri nærum 27 milliardir krónur tilsamans í 2019, har eini 10,5 milliardir krónur standa í føroyskum peningastovnum og umleið 5 milliardir krónur í útlendskum peningastovnum sum innlán ella á depotkonti. Harafturat eiga føroyingar privata eftirlønaruppsparing fyri 11 milliardir krónur, ið svarar til umleið helvtina av BTÚ í 2019. Afturat fíggjarligu ognunum eiga føroyingar realar ognir, ið eru sethús, bilar og bátar, fyri eitt samlað virði á 30 milliardir krónur í 2019. Føroysk húskir hava skuld fyri tilsamans 12 milliardir krónur í 2019, har 9 milliardir krónur eru lán í føroyskum peningastovnum og nærum 3 milliardir krónur eru lán í donskum realkredittstovnum. Meginparturin av skuldini hjá føroysku húskjunum er sethúsalán, og síðani er ein minni partur lán til bil og ymiskt annað. Tá samlaða skuldin verður trekt frá samlaðu ognini, eiga føroysk húskir í 2019 eina nettoogn á nærum 45 milliardir krónur, ið svarar til tvær ferðir BTÚ í 2019. Sæð í mun til tøku inntøkuna hjá føroysku húskjunum, er samlaða nettoognin 5,2 ferðir so stór sum tøka inntøkan hjá føroyingum í 2019. Til samanbering er nettoognin hjá dønum í 2019 5,4 ferðir so stór sum tøka inntøkan, og hjá íslendingum 5,6 ferðir tøku inntøkuna. Pætur Smith Clementsen lokið Pro-útbúgving Nú eru fýra føroyingar við hægstu venjaraútbúgvingini. Fótbóltssamband Føroya: Fyrr í vikuni bleiv Pætur Smith Clementsen liðugur við hægstu venjaraútbúgvingina: UEFA Pro-licens. Sum tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya arbeiðir Pætur S. Clementsen dagliga við fótbóltsfakliga partinum av stovninum og menning av leikarum og ikki minst venjarum. Men seinastu tíðina hevur hann eisini sjálvur verið undir útbúgving, og mánadagin gjørdist hann liðugur við hægstu venjaraútbúgvingina, UEFA Pro-licens. Hetta hevur verið eitt langt og umfatandi skeið, har eg havi fingið ótrúliga nógv gott burturúr, men nú kennist tað eisini gott at vera liðugur, sigur Pætur S. Clementsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssamband Føroya. Hann leggur afturat, at tað hevur verið gevandi at luttaka á útbúgvingini saman við øðrum royndum venjarum. Við tað, at A-venjaraútbúgvingin er tað hægsta, sum til ber at taka í Føroyum, hevur Pætur tikið Pro-útbúgvingina hjá danska fótbóltssambandinum. Útbúgvingin hevur vart í knapt tvey ár, har luttakararnir hava verið á skeiðum, námsferðum, havt vegleiðarar á vitjan til venjingar og skrivað høvuðsuppgávu. Talan er sostatt um eina holla venjaraútbúgving, har leiðsla er afturvendandi tema.  Í seinasta partinum av útbúgvingini hevur Pætur sett sjóneykuna á skiftið hjá ungum leikarum frá amatør til yrkisfótbólt, og hvussu hetta kann fremjast skynsamt.  Umframt, at hetta er eitt sera viðkomandi evni fyri nógvar føroyskar fótbóltsspælarar, so er tað sambært Virgar Hvidbro, aðalskrivara eisini sum heild gott fyri fótbóltin, at enn ein føroyingur hevur lokið hægstu venjaraútbúgvingina. Vit arbeiða øll fyri at hækka støðið á føroyskum fótbólti, og til tað hevur tað stóran týdning, at vit hava dugnaligar og væl útlærdar venjarar. Tí eru vit eisini stolt av, at okkara tekniski stjóri hevur nomið sær hægstu venjaraútbúgvingina, sigur Virgar Hvidbro. Frammanundan eru Jógvan Martin Olsen, Bill McCleod Jacobsen og Mikkjal K. Thomassen einastu føroyingarnir við Pro-venjaraprógvi, og Pætur S. Clementsen er tí nú ein av bert fýra føroyingum við hægstu venjaraútbúgvingini. ÍSF. Nú ber til at innstilla til Heiðursskjal Poul E. Petersen ÍtróttaFAGNAÐURIN 2021 verður í februar, og fram til 1. januar ber til at innstilla ein persón, sum á serstakan hátt yvir eitt longri tíðarskeið hevur tænt føroyska ítróttinum. Leygardagin 5. februar 2022 verður ÍtróttaFAGNAÐURIN 2021, og nú ber til at innstilla til Heiðursskjal Poul E. Petersen. Endamálið við skjalinum er at heiðra teimum, sum á serstakan hátt og yvir eitt longri tíðarskeið hava tænt føroyska ítróttinum. ÍSF skrivar á heimasíðuna, at øll kunnu innstilla til heiðursskjal Poul E. Petersen, og freistin at gera hetta er á midnátt 1. januar 2022. Tá stillingarnar eru komnar inn, verður tað ein nevnd við fimm persónum, sum tekur støðu til, hvør skal hava heiðurin. Uttan øll tey, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaliga orku í arbeiði fyri, at ítróttarfeløgini kunnu virka. Uttanlands frætta vit, at talið av sjálvbodnum er fækkandi. Neyðugt er, at hetta ólønta arbeiðið verður virðismett, og tí letur ÍSF heiðursskjal til eina eldsál, sum hevur gjørt sítt til, at felagsskapurin enn virkar; vit mugu ikki gloyma felagsskapin í strembanini eftir tindunum. Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt, skrivar ÍSF. Meira kunning fæst her. Svøríki. Tilmæli til ferðandi verða herd Øll, sum koma aðrastaðni frá enn úr Norðurlondum, skulu lata seg kanna fyri koronu Myndugleikarnir í Svøríki hava nú hert tilmælini fyri ferðandi orsakað av nýggja koronufrábrigdinum Omikron. Hetta merkir, at ferðandi, sum koma til Svøríkis úr øðrum londum enn Norðurlondum, verða biðin um at lata seg kanna fyri koronu. Tilmælið er galdandi fyri tey, sum hava verið uttanfyri Norðurlond seinastu sjey dagarnar áðrenn komu, upplýsir Folkhälsomyndigheten í tíðindaskrivi. Karin Tegmark Wisell, stjóri sigur, at nú frábrigdið spjaðir seg skjótt í øðrum londum, er tað umráðandi at seta tiltøk í verk, so tilburðirnir verða staðfestir tíðliga. Ísrael letur landamørkini aftur Orsøkin er nýggja Omikron-frábrigdið, sum nú eisini hevur funnið veg til Ísrael Ísrael fer nú at lata landamørkini aftur fyri øllum útlendingum. Orsøkin er nýggja Omikron-frábrigdið, sum varð funnið í Suðurafrika herfyri, og sum longu er komið til fleiri lond, millum annað Ísrael. Ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett sigur, at forboðið skal vera galdandi í 14 dagar. Tað fer væntandi í gildi á midnátt. Higartil er bert ein tilburður av Omikron-frábrigdinum staðfestur í Ísrael. Illgruni er tó um, at sjey onnur eisini eru smittað við nýggja frábrigdinum, skrivar Ritzau. Jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað í dag Byrjað verður í Vatsoyrum klokkan 15, klokkan 16 í Miðvági og klokkan 17 í Sandavági Hvørt ár verða jólatrøini tendrað eini fýra vikur undan jólum, og hetta verður hátíðarhildið við røðu, sangi, jólamonnum og hugna leygardagin 27. november. Byrjað verður í Vatnsoyrum klokkan 15.00, klokkan 16.00 í Miðvági og klokkan 17.00 í Sandavági. Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, Inga Poulsen Dam, og prestur sigur nøkur orð. Í Vatnsoyrum verður felagssangur, í Miðvági fer barnakórið í Miðgarði syngja og í Sandavági verður tað barnakórið í Saron. Aftaná koma jólamenninir og øll børnini fáa pakka, og kommunan bjóðar kaka og bollar. Myndir av H71- og neistakvinnum H71-kvinnur tóku í kvøld ímóti Neistanum í SMS-deildini. Støðan var 13-13 í hálvleikinum, men tá avtornaði vann H71 við tveimum málum 27-25. Tingmaður vil millum annað vita hvussu nógv av teimum deyðu við koronu vóru koppsett Steffan Klein Poulsen vil hava fleiri tøl á borðið. Í einum grein 52 fyrispurningi hevur hann hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen eina røð av spurningum. Tal av smittaðum, innløgdum, fólki í sóttarhaldi, deyðum við koronu og tal av koppsettum verða miðlað út hvønn dag. Tað undrar kortini miðflokkatingmannin, Steffan Klein Poulsen, at hagtøl ikki koma upp á ymiskt annað í sambandi við koronu. Hann hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, eina røð av spurningum um málið í einum grein 52 fyrispurningi. Tað skapar tó undran, at tað ikki koma hagtøl uppá til dømis avleiðingar av koppseting og sundurgreinað tøl ímillum koppsett og ókoppsett í samband við poting og líknandi. Ymiskir myndugleikar og fakfólk hava meldað út, at koppsetingin riggar so og so væl. Undirritaði metir tó, at ein almannakunngerð av hagtølunum aftan fyri hesar niðurstøðurnar høvdu skapt eitt størri álit ímillum myndugleikan og borgaran, skrivar Steffan Klein Poulsen í viðmerkingunum. Hann spyr millum annað um hvussu nógv eru deyð 30 dagar eftir koppseting, og hvussu nógv eru innløgd orsakað av koronukoppseting. Hann vil eisini hava at vita hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við koronu, vóru koppsett. Allir 14 spurningarnir koma her. Hvør er orsøkin til, at Heilsumálaráðið upplýsir, hvussu nógv eru deyð við koronu í Føroyum?  Hví verður ikki upplýst, hvussu nógv doyggja við øðrum virusum ella sjúkum á sama hátt?  Hvussu nógv eru deyð við koronukoppseting innan 30 dagar eftir at hava fingið eina koronukoppseting?  Hvussu nógv eru innløgd orsakað av koronukoppseting?  Hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við koronu, vóru koppsett?  Hvussu nógv av teimum omanfyri 12 ár, sum hava fingið staðfest koronu, vóru koppsett?  Hvussu nógv eru blivin sjúk ella potaði positiv av koronu meira enn einaferð?  Hvussu nógv koppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?  Av hesum, hvussu nógv koppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?  Hvussu nógv ókoppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?  Av hesum, hvussu nógv ókoppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?  Hvussu nógv andingartól hevur sjúkrahúsverkið?  Hvussu hevur belegningurin verið á omanfyri nevndu andingartólum, síðani korona breyt út í Føroyum?  Arbeiðir landsstýrismaðurin við at almannakunngera onnur (nýggj) hagtøl, enn tey sum eru nevnd í hesum fyrispurningi, í samband við koronu? Grein 52 fyrispurningar skulu svarast í seinasta algi 10 yrkadagar eftir, at teir eru settir. Smidligari kæruviðgerðir. Kærustovnurin umskipaður Farið verður frá at øll mál skulu leggjast fyri nevndir. Í staðin verður Kærustovnurin sjálvstøðugur stovnur, sum sjálvur viðger og tekur avgerðir um kærur, tó við møguleika fyri at knýta persónar við serkunnleika at kærumálum, har tørvur er á tí Eitt samt løgting gjørdi í gjár av at umskipa Kærustovnin. Talan verður um eina smidligari og serføroyska skipan. Farið verður frá at øll mál skulu leggjast fyri nevndir. Í staðin verður Kærustovnurin sjálvstøðugur stovnur, sum sjálvur viðger og tekur avgerðir um kærur, tó við møguleika fyri at knýta persónar við serkunnleika at kærumálum, har tørvur er á tí. Í dag virkar Kærustovnurin sum fyrisiting og skrivstova hjá tólv kærunevndum. Eitt politiskt ynski er um, at kæruviðgerðir verða smidligari og effektivari, tó uttan at hetta gongur út yvir viðgerðina. Skipanin verður einfaldari og liðiligari enn skipanin í dag við tólv ymiskum nevndum. Hon kann skjótari lagast til nýggjan tørv og nýggj málsøki kunnu lættari leggjast til Kærustovnin. Tað týdningarmesta er, at dygdin á viðgerðini verður minst líka góð, sum hon er í dag, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Føroya Kærustovnur varð settur á stovn í 1998 og er í løtuni skrivstova hjá tólv ymiskum nevndum, sum í nógvar mátar eru sera ymiskar. Nevndirnar verða avtiknar. Nýggja skipanin fer at hava við sær, at kærunevndirnar vera avtiknar næstu tvey árini. Hetta merkir, at kærumál ikki longur fara at noyðast at bíða eftir nevndarfundi fyri at verða avgreidd. Heimildir, sum nevndir í dag hava, verða fluttar til Kærustovnin. Kollegiala skipanin verður tó varðveitt, soleiðis at tað altíð eru minst trý fólk við undir málsviðgerðini hjá Kærustovninum. Kollegiala skipanin byggir á eina meginreglu um, at fleiri heilar hugsa betur enn ein, og at sjónarmið verða mýkt til og betrað í kjaki millum fleiri. Meginreglan er, at tríggir løgfrøðingar vera við í hvørjari avgerð. Við hesum ber til at tryggja góðskuna í avgerðunum, samstundis sum byrgt verður fyri, at onkur situr púra einsamallur við einum fakøki. Eisini fer at bera til at knýta persónar við øðrum viðkomandi serkunnleika at málum, tá ið tað verður mett at gagna viðgerðini. Dizzy Mizz Lizzy á Voxbotn Danski rokkbólkurin Dizzy Mizz Lizzy kemur aftur til Føroya Danska rokktrioin, sum legði ríkið fyri sínar føtur í 90'unum, eigur eitt heilt serligt pláss í hjartanum á mongum føroyingi. Trioin gav út plátuna Dizzy Mizz Lizzy í 1994, og hon streyk upp á tónleikatindarnar alt fyri eitt. Útgávan var serstøk, tí hon var á tremur við hittum. Danskur tónleikur hevði brádliga fingið eitt nýtt, rátt og melodiskt úttrykk, sum øll tóku til sín. Dizzy Mizz Lizzy var uttan iva heitasta navnið á øllum festivalum í ríkinum miðskeiðis í 90'unum. Bólkurin gav út útgávuna Rotator í 1996, og eisini hon stóð seg ómetaliga væl. Í 1998 gjørdu teir tríggir Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis av at fara hvør til sítt. Bólkurin var kvirrur til 2009, tá teir aftur gjørdu eina konsertferð saman. Nú tendraði í aftur, og í 2014 varð kunngjørt at bólkurin nú aftur var virkin. Og nú eru teir ávegis til Føroya. Frammanundan er greitt, at Hugorm og Tungewaag eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 25. juni 2022. Vestmanna skúli stongdur til 6. desember Hetta verður gjørt fyri at basa koronasmittuni á skúlanum Eingin skúlagongd verður á Vestmanna skúla í morgin. Skúlin letur ikki uppaftur fyrr enn mánadagin 6. desember. Skúlaleiðslan á Vestmanna skúla hevur í dag tikið støðu til at lata skúlan aftur í hálva aðru viku fyri at koma koronasmittuni til lívs. Í fráboðan til foreldrini skrivar skúlaleiðslan, at hetta verður gjørt fyri at basa koronasmittuni, sum hevur gjørt um set á skúlanum í eina tíð. Nú eru rættiliga nógv smittað, og Lars Fodgaard Møller, landslækni, hevur verið í samband við skúlan í dag, og er komin við hesum boðum. Vestmanna skúli steingir vegna koronu frá hósdegnum 25. novembur 2021 til og við 5. desembur 2021. Landslæknin heitir staðiliga á foreldur um at hava børnini heima hetta tíðarskeiðið, fyri at vit kunnu basa smittuni. Mint verður eisini á um at lata tykkum pota fyri koronu. Tá skúlanæmingarnir møta aftur til vanliga skúlagongd 6. desember er umráðandi, at øll, sum møta í skúlanum hava negativa koronutest, ella eru vorðin frísk aftur av koronu, stendur í fráboðanini. Hetta tíðarskeiðið meðan skúlin er stongdur fylgja 1. til 4. flokkur vikuætlanini, og gera tey skúlatingini heima, sum har standa. 5. til 10. flokkur fáa undirvísing umvegis Meet. Í morgin verða skúlastovurnar opnar í grund og miðdeildini frá klokkan 14 til 16, so foreldur kunnu fara í skúlan eftir bókunum, skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu. Føroysk vektlyfting fær sjálvstøðugan norðurlendskan limaskap Ein stórur varði er settur í stuttu skipaðu søguni hjá føroyskari vektlyfting, sigur formaðurin í Føroya Styrkisambandi, Heini Hátun. Merkið fer at veittra og prýða bringuna á føroyskum vektlyftarum við norðurlendsku meistarastevnuna fyrst í komandi ári. Ein stórur varði er settur í stuttu skipaðu søguni hjá føroyskari vektlyfting, sigur formaðurin í Føroya Styrkisambandi, Heini Hátun. Tað vóru stór og gleðilig tíðindi fyri føroyska vektlyfting, tá ið norðurlendska vektlyftarasambandið, Nordiska Tyngdlyftningsförbundet, hevði aðalfund fyrr í hesum mánaðinum. Føroya Styrkisamband hevði til aðalfundin sent inn umsókn um sjálvstøðugan limaskap, og norðurlendska sambandið gjørdi ikki mætari enn einmælt at samtykkja eina prinsipiella tilsøgn um slíkan limaskap. Formliga samtyktin verður á eykaaðalfundi tíðliga komandi ár. Formaðurin, Heini Hátun er sera fegin um jaligu móttøkuna av føroysku umsóknini. Hetta er ein stórur dagur fyri føroyska styrkiítrótt, í hesum førinum vektlyfting, tí síðani stovnanina av sambandinum fyri tveimum árum síðani hevur altjóða limaskapur verið eitt av aðalmálunum. Og nú fara so føroyskir íðkarar at kappast undir Merkinum uttanlands. Føroysk vektlyfting hevur tætt og gott samstarv við danska vektlyftarasambandið, og serliga er venjarin hjá danska kvinnulandsliðnum, Frank Petersen blivin ein sannur føroyavinur og hevur slóðað fyri umsóknini, umframt at hann eisini venur teir bestu føroysku vektlyftararnar. Frank sær saman við okkum stórar møguleikar fyri at menna føroyska vektlyfting, tí okkara siðvenja við styrkiítróttum er so sterk og natúrlig. Skjótu framstigini benda eisini greitt á, at vit sannlíkt fara at gera okkum galdandi í bæði norðurlendskum og altjóða høpi, leggur Heini aftrat. Olympisk vektlyfting er sum skipað ítróttargrein ung her á landi. Fyrsta FM-kappingin varð hildin í fjørvár við góðum úrslitum, og í ár vunnu fleiri føroyingar heiðursmerki, enntá okkurt úr gulli, á donsku meistarastevnuni. Seinast í sjeyti- og tíðliga í áttatiárunum bleiv vektlyfting tó nógv íðkað í felagnum Bragdið. Talan var ikki um skipaðar kappingar, men til dømis var ein uppvísningskapping var ímóti íslendingum í 1985. Føroysku lyftini til ta kappingina vóru 100/130 kilo og 110/135 kilo. Áðrenn umsóknin um limaskap varð samtykt, hevði Styrkisambandið sett sær sum mál, at Føroyar skulu vera vertir fyri norðurlendsku meistarastevnuni í 2024. Ferð verður nú av álvara sett á fyrireikingarnar at fáa hesa stóru kappingina hendan vegin. Føroya Styrkisamband er menningarsamband undir ÍSF og fevnir um vektlyfting, styrkilyfting, kúlulyfting og krossfit. Venjing fer fram í ymsu venjingarmiðstøðunum, men Styrkisambandið heldur eisini ætlanirnar um at byggja stórhøll vera rættiliga spennandi. Monika Stauss Joensen gevur út endurminningar Av Matterhorn í Leirvíkstún er heitið á nýggju bókini. Útgávutiltak verður í Leirvík sunnudagin Sunnudagin seinnapartin verður útgávutiltak í Báta- og Listasavninum í Leirvík við bókini Av Matterhorn í Leirvíkstún, sum Monika Stauss Joensen, violinleikari og rithøvundur, hevur skrivað. Bókadeildin gevur bókina út. Á tiltakinum fara Monika Stauss Joensen og Ólavur Jakobsen at spæla nøkur løg, Paula Gaard, bókmentafrøðingur, fer at hava stutta samrøðu við Moniku um bókina, og Osmund Justinussen fer eisini at siga nøkur orð. Bókin verður seld fyri serprís á tiltakinum og Eysturkommuna bjóðar kaffi og køku. Um bókina. Hvussu fótar tú tær í landinum, har tú búsetir teg? Hvussu lærir tú málið? Á hvønn hátt heldur tú fast við tað, tú hevur við heimanífrá, og hvussu gevur tú børnum tínum lut í tí, samstundis sum tú vilt gerast partur av landinum, tú hevur valt at búseta teg í? Í Av Matterhorn í Leirvíkstún eru áhugaverdar, nemandi og hugfarsligar hugleiðingar um, hvussu tað er at búseta seg í Føroyum sum útlendingur, har alt er so nógv øðrvísi enn tað, tú kennir úr heimlandinum. Vit kunnu lesa um ymiskt, Monika Stauss Joensen hevur møtt á leiðini, saman við familju og vinum og sum yrkistónleikari úti og heima. Her eru forkunnugir minnisbitar, sum reika aftur í barnaárini í Sveis, og sum knýta seg í tíðina í Føroyum, og sum binda alt saman. Tiltakið á Báta- og Listasavninum í Leirvík verður sunnudagin klokkan 16.  Ísland. Stjórnin heldur fram Katrin Jakobsdóttir úr Vinstri grænir heldur fram sum forsætisráðharri Eftir fleiri vikur við samráðingum eftir valið í september, varð í gjár kunngjørt, at stjórnin í Íslandi heldur fram. Hetta merkir, at Katrin Jakobsdóttir úr Vinstri grænir, heldur fram sum forsætisráðharri. Hinir báðir flokkarnar í samgonguni eru Sjálfstæðisflokkurinn og Framsóknarflokurinn. Á valinum í september gjørdist Sjálfstæðisflokkurinn størsti flokkur við 24,4 prosent av atkvøðunum og 16 tingsessir í Altinginum. Næststørsti flokkurin gjørdist Framsóknarflokurinn. Við 17,3 prosent av atkvøðum og 13 tingsessum var hann eisini tann flokkurin, ið hevði størstu framgongdina á valinum. Í seinasta valskeiði hevði hann nevniliga bert átta tingsessir. Vinstri grænir  er minsti flokkur í samgonguni. Hann fekk 12,6 prosent av atkvøðunum, og hetta gevur honum átta sessir í Altinginum. Tað eru tríggjar færri enn undanfarna valskeið. Katrin Jabobsdóttir sigur, at nýggja stjórnin fer at leggja dent á heilsu og stríðið móti veðurlagsbroytingum. Magdalena Andersson longu farin frá aftur Hetta hendi eftir at umhvørvisflokkurin tók seg úr nýggja stjórnarsamstarvinum. Andersson verður helst leiðari fyri eini eittflokkastjórn ístaðin Magdalena Andersson er longu farin frá sum svensk forsætisráðkvinna. Hetta hendi seinnapartin eftir at umhvørvisflokkurin atkvøddi ímóti uppskotinum til fíggjarlóg og tók seg úr stjórnarsamstarvinum. Nú skal av nýggjum atkvøðast um stjórnarleiðara í ríkisdegnum. Anderson sigur, sambært finska kringvarpinum YLE, at parlamentariska grundarlagið fyri stjórnini sær út til at vera óskalað, og at hon nú roknar við at skula standa á odda fyri eini sosialdemokratiskari einflokkastjórn. Les eisini: Magdalena er nú svensk forsætisráðkvinna Ríkisdagurin valdi fyrrapartin Andersson til stjórnarleiðara fyri eina stjórn, mannað av sosialdemokratiska flokkinum og umhvørvisflokkinum. Boðini frá Anderson um, at hon leggur frá sær og at tað nú verður ein nýggj atkvøða um hennara leiklut sum stjórnarleiðari, kom eftir at ríkisdagurin seinnapartin samtykti fíggjarlógaruppskotinum hjá andstøðuni. Eftir atkvøðugreiðsluna, boðaði umhvørvisflokkurin frá, at hann fór úr stjórnarsamstarvinum. Fíggjarlógaruppskotið hjá Moderaterna, kristdemokratunum og svøríkisdemokratunum vann á stjórnaruppskotinum við 154 atkvøðum móti 143. Fíggjarlógaruppskotið hjá andstøðuni byggir upp á stjórnaruppskotið, men av teimum 70 milliardum krónunum, sum stjórnin ætlaði at brúka til nýskipanir, verða tær 20 fluttar til onnur endamál í 2022. Sigurin hjá andstøðuni merkir eitt nú, at átøkini hjá stjórnini viðvíkjandi familjupolitikkinum og nýggjum arbeiðsplássum ikki verða fíggjað. Tað, sum borgarligu andstøðuflokkarnir í staðin fáa, er ein serligur arbeiðsskattafrádráttur, skattafrádráttur til pensjónistar, lækkað orkuavgjøld og hægri játtan til løgreglu og rættarskipanina. Hóast umhvørvisflokkurin tók seg úr stjórnarsamstarvinum, so ætlar flokkurin framhaldandi at samstarva við sosialdemokratunum, men uttan at vera við í stjórnini. Flokkurin sýtir fyri at gjøgnumføra eina fíggjarlóg, sum Sverigedemokraterna eiga ábyrgdina av.  Badminton. Gull, silvur og bronsu við heim Um vikuskiftið hava føroyskir badmintonleikarar luttikið í kapping í Danmark. Um vikuskiftið hevur føroyski landsliðshópurin í badminton luttikið í kapping í Højbjerg, ið liggur stutt uttanfyri Århus. Kappingin var á A og B-stig og skipað í innleiðandi puljum í bæði einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Tí fingu teir 15 leikararnir úr Føroyum eisini nógvar dystir í part. Í blandaðum tvímansleiki vunnu føroysku leikararnir fleiri heiðursmerkir, meðan tey eisini fingu fleiri spennandi dystir í einmansleiki og tvímansleiki. Í B-bólkinum vóru tvey føroysk pør í finaluni, har Hákun Sigvardsen og Sanna Thorkildshøj (gull) vunnu á Rúni M. Simonsen og Johonnu Højsted (silvur). Í A-bólkinum vunnu Magnus Dal-Christiansen og Mia Thorkildshøj bronsu, meðan Rúni Øster og Miriam Í Grótinum vunnu gull í eini tættari finalu í trimum settum ímóti donskum pari. Landsliðshópurin fór til Danmarkar fyri at fáa góða kappingarvenjing, og kom hann heim aftur við fleiri heiðursmerkjum. Vant verður fram ímóti altjóða kappingum til várs og Føroyaleikirnar komandi summar. Nýggj stjórnaravtala í Týsklandi Tekur tó nakrar vikur áðrenn klárt er at velja Olaf Scholz til nýggjan samveldiskanslara Undir yvirskriftini “At tora meira framburð - ein samgonga fyri frælsi, rættvísi og burðardygd" hava tríggir týskir flokkar júst kunngjørt eina stjórnaravtalu, sum ger sosialdemokratin Olaf Scholz til nýggja kanslara Týsklands. 177 síður langa stjórnaravtalan stingur út í korti kósina fyri, hvussu teir tríggir flokkarnir, sosialdemokratarnir, umhvørvisflokkurin Tey Grønu og liberali FDP-flokkurin, kunnu nýmótansgera Týskland. Flokkarnir vilja eitt nú seta ferð á stríðið fyri veðurlagnum, við at seta sum mál, at í 2030 skulu 80 prosent av streymframleiðsluni vera grøn, og at framleiðsla við koli skal støðgast so líðandi. Tey vilja eisini gera stórar íløgur í talgilding av almennu umsitingini, so gevast kann við at brúka faksmaskinur í heilsuverkinum. Stjórnaravtalan leggur eisini upp til, at lógliggera kannabis, so at vaksin sleppa at keypa hassj til gamans í handlum við serligum loyvi, við at lækka valaldurin úr 18 niður í 16 ár og skifta umstríddu kontanthjálparskipanina, Hartz IV, út við eina nýggja borgaraveiting. Longu næsta ár skal lógarbundna minstalønin hækkast úr 9,6 upp í 12 evrur um tíman - hetta fer at geva umleið 10 milliónum týskarum eina lønarhækking. Stjórnaravtalan skal nú góðkennast í teimum einstøku flokkunum, áðrenn Olaf Scholz eftir ætlan um einar tvær vikur, kann veljast til nýggjan kanslara. Olaf Scholz, formaðurin fyri sosialdemokratarnar, verður væntandi valdur til kanslara um nakrar vikur. Rangnick tekur yvir í United skjótast gjørligt 63-ára gamli týskarin skal vera fyribils venjari restina av kappingarárinum og skal síðani millum annað vera við til at velja langtíðarloysnina og sniða felagið og liðið frameftir. Carrick stendur aftur á odda til dystin hóskvøldið móti Arsenal. Skjótt eftir, at Ole Gunnar Solsksjær og Manchester United endaðu samstarvið, varð greitt, at talan fór at vera eina fyribilsloysn í høvuðsvenjarastarvinum restina av kappingarárinum. Ralf Rangnick var næstan beinanvegin nevndur sum ein møguleiki. 63-ára gamli týskarin hevur í tveimum førum verið venjari hjá Schalke 04, har hann í 2011 vann týsku steypakappingina, og hann var maðurin, ið fekk lítla Hoffenheim upp í Bundesliguna. Tað mesta av seinastu níggju árunum hevur sambandið við Red Bull verið sterkt. Rangnick gjørdist í 2012 ítróttarstjóri í fótbóltsfeløgunum hjá Red Bull, og hann hevur eisini í tveimum førum verið høvuðsvenjari hjá RB Leipzig. Týska og eysturríkiska felagi hava í sín mun staðið seg væl - í fjør segði Ralf Rangnick seg úr starvið, eftir at hann ígjøgnum fleiri lið hevði fingið nógv spennandi nøvn til feløgini. Í summar tók hann við í leiðslustarvi í Lokomotiv Moskva, men nú vóru boð eftir honum úr Manchester. Har skal Rangnick vera høvuðsvenjari restina av 2021/2022, og síðani skal týskarin halda fram í felagnum í tvey ár sum ráðgevi. Bretskir miðlar skriva, at Fótbóltsprofessarin fer at hava stóra ávirkan á, hvønn veg stórfelagið fer innan millum annað leikhátt og eisini á, hvør verður settur sum venjari til næsta kappingarár og frameftir. Maðurin, sum hevur verið ein kelda til íblástur fyri venjarar sum Thomas Tuchel og Jürgen Klopp, og sum vil spæla fótbólt við høgum trýsti og nógvum intensiteti, er nú í Onglandi. Arbeiðsloyvi hansara er tó ikki komið uppá pláss, skrivar Sky Sports, og tískil skal Micheal Carrick fyri triðju ferð standa á odda fyri United hóskvøldið, tá Arsenal vitjar. Higartil hevur 40-ára gamli fyrrverandi United-leikarin fingið ein sigur og ein javnleik - ávikavist í Villareal og í London móti Chelsea. Carrick verður verandi í venjaratoyminum hjá Rangnick, ið møguliga fyri fyrstu ferð verður á síðulinjuni sum Manchester United-venjari í næstu viku, tá seinasti dystur í Champions League bólkaspælinum er á skránni. “Eg koyri teg, tú koyrir meg” Ráðið fyri Ferðslutrygd ger átak móti rúskoyring. Brynhild Nolsøe í Lágabø úr Vági eigur hugskotið til "Eg koyri teg, tú koyrir meg”. Hetta er árstíðin, har vit vanliga fara í jólaborðhald at hugna okkum saman við vinum og starvsfeløgum. Og hóast vit kanska ikki hittast og koma saman á júst sama hátt, sum áðrenn korona rakti samfelagið, so eru óivað nógv sum kortini gleða seg til hesa tíðina við hugna og veitslulag. Eins og undanfarin ár, fer Ráðið fyri Ferðslutrygd (í samstarvi við Betri Trygging og Trygd) at fremja átak fyri at steðga rúskoyring. Hetta verður gjørt við filminum  "Eg koyri teg, tú koyrir meg", ið er úrslitið av stóru hugskotskappingini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd síðsta vetur. Filmslýsingin verður í hesum døgum víst í sjónvarpi, biografi og á sosialum miðlum. Brynhild Nolsøe í Lágabø úr Vági vann kappingina, og luttekur saman við vinfólki í lýsingini. Brynhild kennir sjálv til avbjóðingarnar av at vera partur av náttarlívinum í aðrari bygd, enn teirri tú býrt í. Tí bygdi hennara hugskot á egnar royndir. Í vinarbólkinum hjá Brynhild hava tey gjørt eina avtalu, ið byggir á tankan "Eg koyri teg, tú koyrir meg." Hetta merkir, at tey skiftast um at koyra. Avtalan er tann, at um eitt vinfólk er farið í býin og eg liggi heima, so ringja tey til mín, og eg fari upp at koyra tey. Um eg eri farin í býin og okkurt vinfólk liggur heima, so koma tey eisini upp at koyra meg. Tað er líkamikið um tað er morgun, dagur ella nátt, greiðir Brynhild frá í lýsingarfilminum, ið er komin burtur úr hugskotinum hjá Brynhild. Vit valdu at gera eina hugskotskapping, har ung fólk sluppu at seta dagsskránna, og úrslitið gjørdist hesin filmurin, ið byggir á tey hugskot, ið tey ungu sjálvi høvdu, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Eftir at vinnarin varð funnin, hevur Brynhild arbeitt saman við eini lýsingarstovu við at menna hugskotið til eina lidna lýsing. Í lýsingini síggja vit Brynhild og vinfólk hennara í býnum og á veg til hús. Í samráð við Brynhild er lýsingin blivin jalig og uppbyggjandi, heldur enn dømandi og neilig. Hugburðurin til rúskoyring er broyttur munandi seinastu nógvu árini, og heili 98 prosent av føroyingum siga, at rúskoyring verður ikki góðtikin. Men kortini verða bilførarar javnan tiknir við promillu í blóðinum. Harafturat er rúskoyring orsøk til fjórðu hvørja deyðsvanlukku í ferðsluni, vísa tøl úr norðurlondum. Tí er tað eisini í 2021 týdningarmikið at tosa um at steðga rúskoyring. Átakið heldur fram hetta til nýggjárs, og løgreglan ger rúskanningar meðan átakið er. Eisini fer løgreglan at lata bilførarum, sum hava síni viðurskifti í ordan, snøggar lyklaringar við boðskapinum “Eg koyri teg, tú koyrir meg.” Tíðindaskriv frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd   Atgongumerkjasølan til steypafinaluna er byrjað B36 og NSÍ spæla um Løgmanssteypið leygardagin 4. desember á Tórsvølli, har fyrsta bríkslið verður 16, og har leikvøllurin er býttur í tríggjar ymiskar bólkar. Til ber at keypa atgongumerki á Nethandlinum hjá Fótbóltssamband Føroya - øll yvir tólv ár skulu vísa koronupass. Leygardagin 4. desember klokkan 16:00 verður finalan um Løgmanssteypið 2021 bríkslað í gongd á Tórsvølli. Liðini í finaluni í ár eru NSÍ og B36, sum spældu seg í hana við sigrinum í gjárkvøldið. Løgmanssteypið og evropeiskt pláss verður uppá spæl á Tórsvølli. Atgongumerkjasølan til dystin er byrjað í Nethandlinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Sum vanligt til steypafinalur hevur Fótbóltssamband Føroya býtt Tórsvøll í trý øki, hvat áskoðarum viðvíkur. Harvið skulu áskoðarar keypa atgongumerki eftir hesum, og allir skulu vísa galdandi koronapass við inngongdina til finaluna um Løgmanssteypið og vísa onnur atlit í mun til Covid-19. Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Tey, ið hildu við heimaliðnum, kundu í gjárkvøldið fegnast við Løkin Leysir lutir flúgva í Vestmanna Kommunan ávarar móti og ganga ella koyra á Byrgisvegi. Vestmanna kommuna ávarar í dag borgarar móti at ganga ella at koyra á Byrgisvegi og niðan til brúnna um Hórðará. Hetta orsaka av vandanum fyri leysum, sum flúgva runt í økinum í ringa veðrinum í løtuni, skrivar kommunan á heimasíðuni. Vestmanna sløkkilið arbeiðir við at fáa skil á støðuna, skrivar Vestmanna kommuna.  Fyri fyrstu ferð í 15 ár Tað er óvanligt í Føroyum, at neyðugt er við brotssparkskapping, fyri at avgerða hvat lið kemur í steypafinaluna. Tað kemst helst serliga av, at í hálvfinalunum er talan um tveir dystir, og at regulin um útivallarmál hevur avgjørt fleiri hálvfinalur.  Tá NSÍ og HB í gjárkvøldið noyddust allan vegin í brotssparkskapping í seinnu hálvfinaluni, sum var við Løkin í gjárkvøldið, varð borðreitt við dramaði fyri allar pengarnar. NSÍ dró longra stráðið og skal harvið spæla í finaluni um Løgmanssteypið og um áleið 1,8 millión móti B36 leygardagin. Innskifti Sølvi Sigvardssen sendi Teit Matras Gestsson skeivan vegin og avgjørdi harvið finaluna. Tórður Thomsen varð skiftur inn til brotssparkskappingina og fekk ein lyklaleiklut við trimum bjargingum. Seinast ein hálvfinala í kappingini um Løgmannsteypið varð avgjørd við brotssparkskapping var í 2006. EB/Streymur hevði vunnið fyrru hálvfinaluna, ið var á Eiði, 1-0, og í Gundadali 27. september skoraði Mikkjal Thomassen tíðliga, og tað skuldi brotsspørk til fyri at finna finalumótstøðuliðið hjá KÍ. B36 vann 5-4 í brotssparkskappingini og 17 dagar seinni 2-1 í finaluni, sum fyri fimtan árum síðani varð spæld væl seinni av enn ætlað, orsakað av einum kærumáli, ið seinkaði. Sí dómaraseðil frá hesari hálvfinaluni her. EB/Streymur, B36, KÍ, Víkingur og HB hava verið blandað í brotssparkskappingum í steypafinalum seinastu tíggju árini; nakað ið er meira vanligt. Tríggjar ferðir seinastu tíggju árini er steypavinnarin funnin eftir serstøku kappingina úr ellivu metrum, og hetta hava á sín hátt verið ógvuliga minniligar finalur. 2012: Víkingur - EB/Streymur (3-3 eftir longda leiktíð) 2016: KÍ - Víkingur (1-1 eftir longda leiktíð) 2018: B36 - HB (2-2 eftir longda leiktíð) Sí eisini hetta. Løgmanssteypið og evropeiskt pláss verður uppá spæl á Tórsvølli. Myndir av dramatikki í Runavík Montaigne á føroyskum Eilif Samuelsen hevur flutt enn ein heimspekiligan klassikara yvir í føroyskt mál Í gjár kom "Essay" eftir heimspekingin Michel de Montaigne út á føroyskum. Forlagið Hemlið gevur bókina út. Michel de Montaigne var millum teir størstu heimspekingarnar í 16. øld. Og nú er kendasta verk hansara flutt yvir í føroyskt mál. Talan er um fyrstu bók av trimum í røðini "Essay". Ein søgumaður hevur lýst árið 1580 sum ódnareygað. Eitt andarhald við stokkutari logn, tá ið tey ógvisligu trúarkríggini í Fraklandi eru í ferð við at skifta úr einum skeiði í eitt annað. Júst hetta árið gevur Montaigne út fyrsta upplagið av sínum essayum. Michel de Montaigne (1533-1592) vaks upp á borgini Montaigne tvær míl eystan fyri Bordeaux. Ættin var múgvandi yvirstætt, og Michel fekk eina nútíðar uppaling tá í tíðini. Eftir løgfrøðiútbúgving skapti hann sær eitt navn í løgfrøðiligari og politiskari yrkisleið, og sat í høgum embætismannastørvum eftir ættarsiðvenjuni. Seinni loysti hann seg úr hesum størvum, og tók seg aftur til borg sína og fór at skriva sínar persónligu hugleiðingar, sum hann kallaði essay. Við hesum skapti Montaigne eitt nýtt tekstslag. Enn eftir 400 árum er ríka verkið hjá Montaigne tíðarbærur og umráðandi lesnaður. Hetta er átjanda útgávan hjá forlagnum Hemlið, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi. Bókin er 423 blaðsíður.   73 nýggir koronutilburðir Positivprosentið fyri í gjár var trý prosent. Talið á smittaðum samanlagt er hægri enn í gjár, men talið av innløgdum er lækkandi Í gjár, mánadagin 29.11, vórðu 73 nýggir koronutilburðir staðfestir. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. 2.434 kanningar vóru gjørdar, og harvið er positivprosentið 2,99. Í løtuni eru 460 smittað, og tvey fólk við koronu eru innløgd. Í gjár vóru hesi tølini 430 og trý.  Magdalena er nú svensk forsætisráðkvinna Svøríki hevur fyri fyrstu ferð eina kvinnu við evstu politisku ábyrgdini Svøríki hevur fingið nýggjan stjórnarleiðara, navnið er Magdalena Andersson. Hetta hendi eftir eina atkvøðugreiðslu í svenska ríkisdegnum fyrrapartin. 174 av teimum 349 limunum í svenska ríkisdegnum atkvøddu ímóti at velja Andersson til nýggja forsætisráðkvinnu, meðan 117 atkvøddu fyri og 57 greiddu ikki atkvøðu. Góðkenningin av nýggja stjórnarleiðaranum krevur ikki, at tað er ein meiriluti fyri, bert at tað ikki er ein meiriluti ímóti. Magdalena Andersson, sum eisini er forkvinna fyri sosialdemokratiska flokkin, tekur yvir stjórnarleiðarasessin eftir floksfelagan Stefan Löfven, sum 10. november bað um at verða loystur úr embætinum. Longu fyrst í november var Magdalena Andersson útnevnd at skula taka yvir eftir Löfven sum floksleiðari fyri svensku sosialdemokratarnar. Við atkvøðugreiðsluni í dag gjørdist greitt, at Svøríki á fyrsta sinni fær ein kvinnuligan stjórnarleiðara. Seinni í dag verður aftur ein avgerandi atkvøðugreiðsla í ríkisdegnum, tá svensku politikararnir skulu semjast um nýggja fíggjarlóg. Val til ríkisdagin verður komandi heyst.  Norðoyatunnilin stongdur um næturnar Hetta vegna ymiskt arbeiði í tunlinum og hetta fram til fríggjamorgunin 3. desember klokkan seks. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin á midnátt, klokkan tvey og klokkan fýra Í gjárkvøldið vórðu fleiri, sum ætlaðu sær gjøgnum Norðoyatunnilin eftir klokkan 22, heldur kløkk, tá forðing var fyri, og tað blinkaði reytt. Tað vísti seg, at tunnilin var stongdur, tí tað er hann nakrar nætur hesa vikuna. Vegna arbeiðið er Norðoyatunnilin stongdur fyri ferðslu hvørja nátt, frá í kvøld 29. november klokkan 22.00 til fríggjamorgun 3. desember klokkan 0600. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin klokkan 24.00, 02.00 og klokkan 04.00. Hesa kunningina kom Tunnilsfelagið út við í gjár. Harvið verður stongt millum 22 og 06 í kvøld, í morgin og hósdagin. Frá fríggjamorgni klokkan seks er opið sum vanligt í eina tíð.  Sorin takkar fyri seg á Skála Skála flytur upp næsta kappingarár, men tað verður uttan venjaran seinasta hálvt annað árið. Skála ÍF og Sorin Anghel steðga samstarvinum. Spælararnir á besta liðnum vóru kunnaðir um hetta í gjár. Hesum boðar felagið frá í dag. Sorin Anghel kom til felagið á sumri í fjør tá tað gekk illa at fáa stig á kontuna. Saman við hinum í venjaratoyminum megnaði Sorin at lyfta leikararnar og skapa spæligleði, hóast tað vísti seg at vera ógjørligt at venda gongdini móti niðurflyting. Okkurt gott úrslit kom í hús, og fleiri ferðir var tað um reppi at vit fingu úrtøku úr dystum. Móti endanum var tað nær við, men tá saman um kom, vóru vit ov stuttir til at yvirliva í deildini, skrivar felagið. Í fyrstu deild í ár hevur tað gingið væl. Serliga í fyrru hálvu av kappingarárinum, og Skála endaði árið á fyrsta plássið og spælir aftur í Betri deildini næsta ár. Enn er nýggjur venjari ikki settur. Felagið arbeiðir við øðrum loysnum viðvíkjandi venjarapostinum til næsta ár, og vóna vit at hetta er komið uppá pláss skjótt, sigur Skála Ítróttarfelag. Sjóvar kommuna sett tvær milliónir av til at fyrireika hallarbygging Samanlagt skulu íløgur gerast fyri beint yvir 22 milliónir krónur í 2022, sambært samtyktu fíggjarætlanini Kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu samtykti á fundi í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2022.Skattaprosentið í kommununi verður óbroytt - 21 prosent - og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, 7.000 krónur, boðar kommunan frá. Nógvar íløgur skulu gerast. Samanlagt er tað fyri 22,2 milliónir, og ætlanin er millum annað at gera eitt ungdómshús, eitt nýtt øki við tunnilsmunnan (Eysturoyartunnilin) og nóg mikið av grundøkjum til at nøkta stóra tørvin, sum er at seta búgv í kommununi. Niðast í yvirlitinum yvir ætlaðu íløgurnar stendur soleiðis. Ásannandi, at vit hava brúk fyri eini ítróttarhøll, hevur kommunustýrið sett 2 milliónir krónur av til at byrja fyrireikingar til at byggja eina høll á Strondum. Hesar báðar milliónirnar eru ikki settar av til møguliga stórhøll, men til eina vanliga ítróttarhøll, ið Strendur ongantíð hevur havt. Nevnda yvirlitið sæst á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu Hetta er okkara møguleiki Venjarin hjá B36, Dan Brimsvík hevur góðar vónir undan seinnu hálvfinaluni móti Víkingi. Ein dystur, sum B36 má og skal vinna, um teir skulu røkka finaluplássinum. Fótbóltssamband Føroya. Vit spæla á heimavølli, frammanfyri okkara egnu áskoðarum, og vit trúgva upp á, at vit kunnu vinna. Tað er heilt avgjørt tað, ið vit fara eftir. So vónirnar undan seinnu hálvfinaluni eru góðar, sigur høvuðsvenjarin hjá B36, Dan Brimsvík, við heimasíðuna hjá Fótbóltssamband Føroya. Mánadagin klokkan 18 bresta B36 og Víkingur saman í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrra dystin vunnu teir ljósabláu 1-0, og tað er tískil eitt krav til árstalsfelagið, at teir skulu og mugu vinna seinna dystin, um teimum skal eydnast at standa í finaluni tann 4. desember. Fyri B36, eins og fleiri onnur feløg, er tað eitt mál, at felagið skal spæla evropeiskan fótbólt á hvørjum ári. Tað kom tí illa við, at árstalsfelagið endaði nummar 5 í landskappingini, tvey stig aftanfyri NSÍ. Tað hevur øgiliga stóran týdning fyri felagið, at vit spæla okkum í steypafinaluna. Hetta er størsti dystur á árinum, og ein dystur, sum allir spælarar og venjarar ynskja at vera partur av. Hetta er eisini okkara møguleiki at røkka evropeiska plássinum, sigur Dan Brimsvík. Síðan 1955 hevur B36 vunnið steypakappingina hjá monnum seks ferðir. Seinast var í minniligu finaluni í 2018, tá B36, sum seinastu løtuna spældi 9 móti 11, eftir umdyst og brotssparkskapping, vann samanlagt 7-6 á grannunum úr HB. Í hinari hálvfinaluni hittast NSÍ og HB. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 2-2, og hava runavíkingar tískil eitt betri útgangsstøði undan seinna dystinum, sum verður í Runavík mánadagin klokkan 18:00. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 4. desember klokkan 16:00. Seinnu hálvfinalurnar skuldu eftir ætlan verða avgreiddar sunnudagin 28. november klokkan 15:00. Men vegna frost, eru báðar hálvfinalurnar útsettar til mánadagin 29. november klokkan 18:00. Læknin, ið nasistar og kommunistar vildu eiga Mikukvøldið 1. desember vísir filmsfelagið filmin "Charlatan" um kekkiska læknan Jan. Í røðini av fremstu evropeisku leikstjórunum er Filmsfelagið nú komið til pólsku Agneszka Holland. Filmsfelagið hevur áður víst tað nýggjasta hjá franska Francois Ozon og týska Christian Petzold, og mikudagin 1. desember vísir felagið filmin "Charlatan". Fyrrárið gjørdi Agnieszka Holland "Mr. Jones", har mann sá walisiska journalistin, Gareth Jones, sum avdúkaði, hvussu sovjetska ídnaðarkollveltingin hjá Stalin kravdi korn úr Ukraina, sum elvdi til fólkatýnandi hungursneyðina Holodomor, har í landinum. Í nýggjasta filminum, "Charlatan", lýsir Agnieszka Holland kekkiska læknan Jan (1889-1973). Agnieszka Holland Hann arbeiddi eftir homopatiska háttinum, ið læknavísindaliga snýr seg um viðgerð við heilivági, sum hjá frískum menniskjum elvir til líknandi sjúkueyðkenni sum tey, ið beinast skulu burtur. Sum homøopatur hevur Jan innlit í plantur, og verður kendur fyri at lekja milliónir av sjúklingum í Evropa. Natúrliga avleiðingin er, at tá seinni heimsbardagi nærkast, vilja bæði nasistar og kommunistar fáa ræði á læknanum og væl lýdda virkseminum. Hóast hann er giftur við eini kvinnu, livir Mikoláºek, ið gevur filminum heitið "Charlatan", eisini eitt loyniligt lív saman við manninum, sum í læknayrkinum er hansara hjálpari í einum og øllum. "Charlatan", sum í ár var kekkiskt Oscarumboð, hevur vunnið bæði pólskar og kekkiskar virðislønir. Filmurin var eisini við í kappingini um European Film Awards sum besti filmur í Evropa, skrivar Filmsfelagið.  Mikudagin 1. desember klokkan 20 verður so høvið at síggja filmin í Filmsfelagnum. Dragan Brljevic sagt seg úr starvi Sáttmáli hansara var annars galdandi til næsta summar, men hann er nú farin frá av heilsuávum - Sonni Larsen kemur fyribils at standa á odda fyri liðnum restina av EM-undankappingini. Dragan Brljevic, sum hevur verið venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum síðan oktober 2020, hevur av heilsuávum sagt seg úr starvi, boðaði Hondbóltssamband Føroya frá fyri løtu síðani. Sáttmáli hansara var annars galdandi fram til juli næsta ár. Boðað verður frá, at tað fyribils verður Sonni Larsen, sum kemur at standa á odda fyri liðinum restina av EM-undankappingini. Finnur Hansson heldur tó fram sum hjálparvenjari. Sonni var landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum frá 2017-2021, og leiddi hann liðið ígjøgnum tvær HM-undankappingar og tvær EM-undankappingar. Føroysku kvinnurnar hava fýra dystir eftir í EM-undankappingini. Í mars spæla kvinnurnar úti- og heima móti Eysturríki, og í apríl heima móti Rumenia og úti móti Danmark. Grikkaland: Bót fyri ikki at lata seg koppseta Frá 16. januar er ætlanin, at grikskir borgarar yvir 60 ár skulu lata seg koppseta fyri koronu, annars fáa teir eina bót á 100 evrur hvønn mánað Í Grikkalandi ætla tey at gera tað til krav, at allir borgarar yvir 60 ár skulu koppsetast fyri koronu. Kravið skal eftir ætlan koma í gildi 16. januar, og tey, sum nokta, fáa eina bót á 100 evrur (743,5 krónur) hvønn mánað. Grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis sigur, at tað er prísurin fyri góða heilsu. Avgerðin harmar meg, men eg kenni eina ábyrgd yvirfyri teimum mest viðkvæmu, eisini hóast fólk verða ónøgd, sigur hann. Í gjár vórðu umleið 63 prosent av grikska fólkinum liðugt koppsett fyri koronu, og tað er undir miðal fyri ES-lond, skrivar DR. Black Friday marknaðarføring kann vera villleiðandi Útsøla skal vera útsøla - eisini tá tað er Black Friday, minnir Brúkaraumboðið á Útsølumarknaðarføring við ongum veruligum undanprísum ikki bara ørkymlar brúkarar. Tílík marknaðarføring kann vera villleiðandi og tí ólóglig. Novembur er stórur útsølumánaður við átøkum sum Singles' Day, Black Week, Black Friday  og Cyper Monday. Lágir prísir og góð tilboð gera tað gjørligt hjá tilvitandi brúkarum at gera kvett henda mánaðin - um átøkini halda tað, tey lova. Av tí at heiti sum Black Friday, Black Week og Cyper Monday eru kend nøvn á stórum útsølutíðarskeiðum, verða tey fatað sum útsølumarknaðarføring. Fyri slíka marknaðarføring er galdandi, at prísirnir skulu sjálvsagt verða lækkaðir, og undanprísur skal vera upplýstur. Undanprísir skulu vera sannir. Vanliga skal lægsti undanprísur framman undan søluni verða settur á, og vøran skal í royndum vera seld fyri tann prísin. Átøkini í sambandi við Black Friday geva fólki varhuga av, at peningur er at spara. Útsølumarknaðarføring, sum ikki hevur rættar undanprísir, ger tað ikki bara trupult hjá brúkarum at gera kvett. Tílík marknaðarføring kann vera villleiðandi og ólóglig. Í metingini av um marknaðarføringin er ólóglig, verður dentur lagdur á, at tað skal vera brúkarunum heilt greitt, um vøra er á útsølu ella ei. Brúkaraumboðið heitir á øll vinnurekandi um at seta seg væl inn í regluverkið, so tey vita, hvat ið krevst fyri at halda seg innan fyri lógina í útsøluskeiðnum, sum liggur fyri framman. Black Friday er fríggjadagin. Miriam J. Norðberg nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy 33 ára gamla Miriam J. Norðberg verður leiðari á Ítróttaháskúlanum sum heldur til í Vági. Hon tekur yvir eftir Guðmund Joensen, sum eftir at hava verið við frá byrjan, valdi at leita sær eftir nýggjum avbjóðingum. Í summar gjørdist greitt, at Ítróttaháskúlin í Suðuroy skuldi hava nýggjan leiðara, tá Guðmundur Joensen, sum hevði verið leiðari frá tí at Ítróttaháskúlin byrjaði í 2016, valdi at leita nýggjar avbjóðingar. Í heyst varð søkt eftir nýggjum leiðara og tá umsóknarfreistin var farin 1. november, høvdu fimm søkt starvið. Stýrið fyri Ítróttaháskúlan hevur síðani viðgjørt umsóknirnar og havt samrøður, og nú er greitt, at Miriam J. Norðberg verður nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Miriam er kandidat í ítróttarvísindi við Københavns Universitet og hevur eisini verið undirvísari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy seinastu árini. Miriam hevur eisini leiðsluroyndir frá tíðarskeiðinum meðan hon búði í Keypmannahavn og hevur eisini, saman við manninum Jens, bygt upp fyritøkuna Brim í Vági. Miriam er 33 ára gomul og er búsitandi í Vági saman við familjuni, og byrjar í starvinum sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy 1. januar 2022. Hondbóltur. HM fyri kvinnur er byrjað Sponsku vertirnir vunnu byrjanardystin trygt. Danmark spælir fyrsta dystin í kvøld. Noreg og Svøríki í morgin. Nú verður aftur, eins og tað plagar, møguleiki at fylgja altjóða kvinnuhondbólti á sjónvarpsskíggjanum. Í gjár byrjaði HM-kappingin fyri kvinnur í hondbólti. Í ár fer kappingin fram í Spania, og byrjanardysturin í gjárkvøldið var millum Spania og Argentina. Spania vann trygt, 29-13. Sjey dystir verða spældir í dag. Teirra millum dysturin millum Danmark og Tunesia, sum byrjar klokkan 19.30 í kvøld, og kann síggjast á donskum TV2. Donsku kvinnurnar eru í bólki F saman við Tunesia, Suðurkorea og Kongo. Noreg er í bólki C saman við Iran, Kasakstan og Rumenia. Norsku kvinnurnar spæla sín fyrsta dyst í morgin móti Kasakstan. Eisini svensku kvinnurnar spæla sín fyrsta dyst í morgin. Hann verður móti Usbekistan. Svøríki er í bólki D, har hini bæði liðini eru Niðurlond og Puerto Riko. 32 lond eru við í HM-kappingini. Tey eru býtt í átta bólkar í innleiðandi umfarinum. Trý tey fremstu liðini í hvørjum bólki fara víðari í miðumfarið. HM-finalan verður 19. desember.  Nettoraksturin hjá Sunda kommunu fyri 2022 verður 79,3 milliónir krónur Hetta er metingin, og hetta eru 3,4 prosent hægri enn á fíggjarætlanini fyri hetta árið. Barnafrádrátturin hækkar úr 6.000 til 6.500 krónur, skattaprosentið heldur sær á 21 prosentum, og 17,6 milliónir eru settar av til íløgur næsta ár Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Sunda kommuna fíggjarætlanina fyri 2022 við aðru viðgerð. Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu verður upplýst, at Barnafrádrátturin hækkar úr 6.000 krónum til 6.500 krónur. Skattaprosentið verður framvegis 21 prosent, meðan dagstovnagjøldini verða tey somu sum undanfarin ár. Mettu skattainntøkurnar fyri 2022 eru 74,8 milliónir, umframt eftirlønarskatt á 18,4 milliónir krónur, sum samanlagt gevur 93,2 milliónir. Viðvíkjandi rakstri, so verður Rakstrar-, løgu- og útlánsætlanin (RLÚ) hjá Sunda kommunu í 2022 mett til fimm og eina hálva millión, og nettoraksturin til útvið 80 milliónir, ið er ein vøkstur á næstan trý og eit hálvt prosent.  Nettoraksturin fyri 2022 er mettar til 79.3 milliónir. krónur, ið er 3,4 prosent hægri enn á fíggjarætlanini fyri 2021. Har ímillum eru nakrar raðfestingar, ið ikki verða mettar at vera afturvendandi og tí eftir ætlan ikki koma at ávirka raksturin ár eftir ár. Á fíggjarætlanini fyri 2022 eru krónur 17,6 milliónir krónur settar av til íløgur, skrivar Sunda kommuna, sum komandi dagarnar fer at lýsa íløgurnar og ætlanirnar nærri við smáum tíðindastubbum. Til minnis um merkismann Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandi Føroya, hevur skrivað hesi minningarorðini um Petur Nolsøe, sum andaðist um vikuskiftið. Gjørdist ikki sørt skakkur tá eg leygardagin, staddur á kajini í Hirtshals, í bíðirøðini til Norrønu fekk deyðsboðini um Petur Nolsø. Ikki tað, Petur var eingin ársungi, og man visti, at hann seinnu árini ikki var heilt so birgur sum fyrr. Men Petur var ein maður, man lætt gjørdist góður við, tí vóru boðini tung. Nógv kallaðu Petur fyri Føroya besta sølumann. Og teimum kann eg bara taka undir við! Tær gávurnar vóru viðføddar, men tær vóru eisini nýttar á ein góðan og ofta stuttligan hátt. Tá Petur koyrdi runt og seldi, spurdi hann ikki kundarnar um teir skuldi hava okkurt. Hann spurdi hvussu nógv teir skuldi hava. Men hann gjørdi hetta á ein hátt, har eingin føldi seg snýttan, og øll gjørdist í góðum lag tá Petur kom at vitja. Hendan sølan vaks ár um ár. Ikki tað, eg havi varhugan av, at hann arbeiddi ikki fyri at ríka seg upp, hetta var bara ein máti hjá honum at kunna gera tað honum dámdi. Hetta at ferðast og vitja fólk. Og so ikki minst, at kunna hava djórini og alt annað hann hevði uppi undir Ternuryggi, tað var hetta Petur livdi fyri. Hann var mitt í verðini, tá hann fekk vitjan og fekk høvið at vísa fólki djórini, stásiligu umstøðurnar og ikki minst savnið, sum er samanbygt við fjósið. Petur var søguglaður maður, serliga bar hann tokka til Napoleon Bonaparte og Nólsoyar Páll, viðhvørt hugsaði eg, at hann í savninum droymdi seg burtur í tíðina teir báðir livdu.  Meini eg var við seinasta felagsríðitúrin Petur var. Hetta eru longu nøkur ár síðani. Poul Mohr var eisini sín seinasta felagstúr tann dagin. Leiðin gekk norður undir Stiðarkoppar, veðrið var frálíkt, kavi, stilli og sól. Og teir báðir garparnir hugnaðu sær óført - Hetta sjálvt um teir, hvør í sínum lagið, vóru argir um at teir skuldu hava hjálp at koma í saðilin. Tá teir vóru komnir upp á rossið, vóru teir tó sum tveir sprelskir unglingar.  Petur var góður við ríðifelagið, sat eisini eitt skiftið í nevndini. Hann spurdi javnan hvussu gekk, og um hvat gekk fyri seg í Havnardali. Men tað kom tó ongantíð uppá tal hjá honum, at hansara ross skuldi út í Havnardal, tey vildi hann hava við hús. Tá felagshúsið kom upp á sinnið og fyrsta veitslan var hildin har, var Petur sjálvandi við. Felagið var tá spert fíggjarliga. Íløgan í húsini var stór, og til veitsluna var ikki ráð at keypa borðbúnað. So tað var brúkt bestikk úr plasti. Hetta dámdi Peturi lítið, men heldur enn at gera nakað hóvasták, gav hann aftaná veitsluna, felagnum eitt komplett sett av Victorinox borðbúnaði. Soleiðis var Petur - Felagið brúkar enn hetta settið. Rímiligt er fylt uppá síðani, men tað fer altíð at vera gávan frá Peturi, sum vit brúka, tá vit fara til borðs í felagshúsinum.   Petur var so nógv annað enn reið,- og sølumaður. Hann var vágbingur, mentanar,- vertskaps,- og tjóðveldismaður, umframt at vera vinar-, familju-, barnakærur, og so mangt annað, als ikki neyðturviliga í hasari raðfylgju. Tað er nógv man kundi fortalt um Petur, men eg vil við hesum orðum, vegna Føroya Ríðingarfelag, takka Peturi Nolsø fyri hansara tøk fyri felagið, og mangar góðar løtur, bæði í haga, í álvara og í vertskapi. Samstundis vísa vit við hesum, djúpastu samkenslu til døturnar Anniku, Tinu og Ruth við familju, Katrin og døturnar við familju og øðrum ið stóðu Peturi nær.  Friður verið við minninum um merkismannin og vinin Petur Nolsø. Brandur  Anelia vann 40.000 fyri ritgerð Hevði besta íkastið úr Føroyum í danskari ritgerðarkapping millum lesandi Anelia Blagoeva Philbrow hevði besta íkastið úr Føroyum í danskari ritgerðarkapping millum lesandi. Í gjár vann hon heiður og 40.000 krónur fyri sína MA-ritgerð um burðardygga ferðavinnu. Ferðavinnan í Føroyum hevur sum kunnugt náttúruna í sínum miðdepli, og seinastu árini hevur alment kjak verið um fría gongd í haga øðrumegin og rættindini hjá bóndum hinumegin. Anelia Blagoeva Philbrow, sum hevur lisið West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum, hevur gjørt MA-ritgerð um, hvussu vit við samstarvi og samávirkan kunnu finna semjur á ferðavinnuøkinum. Og í gjár fekk hon heiðursløn frá danska Undirvísingar- og granskingarstýrinum fyri bestu ritgerð úr Føroyum. Dómsnevndin skrivar í síni grundgeving fyri at velja ritgerðina hjá Aneliu soleiðis. Talgilt tiltak varð hildið seinnapartin í gjár ávikavist í Føroyum, Grønlandi og í Danmark, og Hans Müller Pedersen, stjóri á Útbúgvingar- og granskingarstýrinum, og Martin Breum, journalistur og rithøvundi, vóru vertir. Í Føroyum var lítil samkoma á Setursskrivstovuni, har Chik Collins, rektari, og familja hjá Aneliu luttóku. Eftir handanina segði Anelia Blagoeva Philbrow, at hon heldur, at kappingin hevði givið sær gott høvi at fáa áhugaverda og týðandi gransking fram í ljós. Hon er glað fyri heiðurslønina og ta góðu vegleiðingina og álitið, hon hevur fingið á Setrinum, meðan hon hevur arbeitt við ritgerðini.   Klárt at lata skoytubreytina upp Skoytubreytin á Biskupstorgi letur upp klokkan 15 í morgin Um vikuskiftið hevur verið spulað og fryst, spulað og fryst á Biskupstorgi. Nú er skoytubreytin klár og latið verður upp í morgin. Ymiskar betringar eru gjørdar við undirlagnum, kringumstøður eru betraðar og seinni í ár verður ein skúrur afturat, ið ger umklæðingarumstøðurnar enn betri. Tað sum eisini er øðrvísi í ár er, at handlar er fluttir inn í kjallaran á Biskupstorgi, ið eisini skapar hugna í miðbýnum. Eins og hini árini kunnu umstøðurnar at skoyta ávirkast av veður og vindi. Tí verða tað eisini dagar í vetur, har neyðugt verður at steingja skoytubreytina. Tí heitir kommunan á fólk um at fylgja við á Facebooksíðuni. Skoytubreytin letur upp í morgin klokkan 15. Tjaldrið sleipaði útróðrarbát á Klaksvík Dalsenni bað um hjálp vegna maskinbrek Í gjár varð vaktarskipið Tjaldrið boðsent at hjálpa útróðrarbátinum Dalsenni, sum hevði fingið maskinbrek. Tað var fyrrapartin, at skiparin á Dalsenni segði frá, at teimum tørvaðu sleip. Dalsenni var tá staddur tveir fjórðingar norður úr Kunoyarnakki. Tjaldrið bleiv sent at hjálpa Dalsenni. Klokkan 12:30 var Tjaldrið hjá Dalsenni, og byrjaði at sleipa ímóti Klaksvík. Arbeiðsbáturin hjá Tjaldrinum tók yvir sleipið seinasta teinin inná Klaksvík, skrivar Vørn á heimasíðuni.   Nýggja svenska stjórnin skipað Aðalmálið hjá stjórnini verður at gera upp við nógvu brotsverkini, sum verða framd í Svøríki Leiðarin fyri svensku sosialdemokratarnar, Magdalena Andersson, sum í gjár enn einaferð varð vald til nýggjan stjórnarleiðara, hevur í dag kunngjørt stjórnargrundarlagið og listan yvir ráðharrar og -kvinnur í nýggju einflokka stjórnini. Seinni í dag fer hon á kongsborgina fyri at kunngera stjórnina fyri kongi. Eftir at umhvørvisflokkurin í farnu viku tók seg úr stjórnarsamstarvinum við sosialdemokratiska flokkin, skuldi Anderson skipa aðra minnilutastjórn, bara við sosialdemokratum. Harvið var tørvur á fleiri ráðharrum. Ovast á listanum er fíggjarmálaráðharrin,  sessurin sum Andersson fyrr sjálv hevur røkt. Nýggjur fíggjarmálaráðharri verður Mikael Damberg, kunngjørdi Magdalena Andersson í dag. Og Annika Strandhäll verður umhvørvisráðkvinna. Fyrrverandi formaðurin í LO, Karl-Petter Thorwaldsson er valdur til vinnumálaráðharra, meðan Jeanette Gustafsdotter verður mentamálaráðkvinna og Ann Linde heldur fram sum uttanríkisráðkvinna. Stjórnartíðin hjá Magdalenu Andersson verður merkt av, at tað verður ríkisdagsval komandi heyst, og tí fara flokkarnir at brúka komandi tíðina til valstríð, og áhugin hjá andstøðuni verður sjálvandi at forða fyri nýggjum átøkum frá sosialdemokratisku stjórnini. Í stríð móti brotsverkum. Fremsta ætlan hjá nýggju stjórnini er at seta inn móti nógvu brotsverkunum, sum verða framd í Svøríki. Tí fólk skulu ikki óttast fyri, at fáa eina bumbu ella hondgranat tveitta inn í stovuna. Hetta er ein avbjóðing fyri flestar flokkar. Og hinir flokkarnir fáa trupult við at vera ímóti ætlanini hjá Anderson hesum viðvíkjandi, tí brotsverk er nakað, sum upptekur flestu veljararnar í Svøríki. Harðskapurin er eitt eitur fyri samfelagið, segði Andersson í røðu síni, og lovaði at taka upp stríðið móti teimum harkaliðum, sum eru við til at oyðileggja svenska samhaldsfestið. Hon boðaði frá harðari revsingum og umskipan av løgregluni, so hon kann arbeiða meira effektivt. Tað snýr seg um at venda hvørjum steini í stríðnum móti tí, ið skapar split, segði Magdalena Andersson, og lovaði serliga at seta inn móti "fyrilitaleysu brotsverkunum", sum serliga herja í teimum stóru býunum í Svøríki. Harafturat ætlar stjórnin serliga at arbeiða fyri veðurlagnum og vælferðini. Í gjár varð Magdalena Andersson á øðrum sinni góðkend sum nýggjur stjórnarleiðari í Svøríki. Hon avloysir Stefan Löfven. Fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðarin í Svøríki, býr í Nacka nærhendis Stockholm, við manni og tveimum børnum. Hon er útbúgvin búskaparfrøðingur frá Handelshögskolan í Stockholm, skrivar TT-tíðindastovan.  Arbeiðsloysið 0,9 prosent í september Arbeiðsloysið er lægst í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðurstreymoy og hægst í Suðuroy Í september vóru 265 fólk í Føroyum fulltíðararbeiðsleys. Tað svarar til at arbeiðsloysið er 0,9 prosent. Tað vísa nýggjastu arbeiðsloysishagtølini frá Hagstovuni Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásettir hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi. Harvið er arbeiðsloysið so lágt, sum tað nakrantíð hevur verið. Í teimum góðu tíðunum undan korona, í hesum føri í september, oktober, november og desember 2019, lá arbeiðsloysið eisini á 0,9 prosent. Síðan hevur tað ligið nakað oman fyri tað eina prosentið fyri aftur nú í oktober at lenda á 0,9. Tilsamans 327 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi í september, svarandi til knappliga 265 fulltíðararbeiðsleys, skrivar Hagstovan. Í september var arbeiðsloysið 0,9 prosent bæði hjá monnum og hjá kvinnum. Sama mánað í fjør var tað 1,2 hjá monnum og 1,6 prosent hjá kvinnum. Eitt sindur misjavnt er, hvussu arbeiðsloysið rakar landafrøðiliga. Arbeiðsloysið er lægst í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðurstreymoy við 0,5 og 0,6 prosent í Vágum. Í Suðurstreymoy er arbeiðsloysi 1,1, í Sandoy 1,2 og í Suðuroy 1,8 prosent.   Fíggjarætlanin hjá Vágs kommunu samtykt Skattaprosentið er tað sama, 21,5, men barnafrádrátturin hækkar við 500 krónum pr. barn Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið fíggjarætlanina fyri 2022. Neyv fíggjarstýring hevur gjørt tað gjørligt, at geva barnafamiljum í Vágs kommunu ein hægri barnafrádrátt. Í 2022 verður barnafrádrátturin hækkaður við 500 krónum pr. barn. Barnafrádrátturin í 2022 verður 6.000 krónur pr. barn. At hækka barnafrádráttin kostar Vágs kommunu 164.000 krónur. Men hetta er neyðugt, um okur vilja hava ungar familjur at búleikast í Vági. Skattaprosentið fyri 2022 verður tað sama sum í 2021, 21,50 prosent, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri. Høvuðstøl í fíggjarætlanini Inntøkurnar hjá Vágs kommunu eru í 2022 mettar at verða tilsamans 67,3 milliónir krónur, og er hetta umleið 1 millión hægri enn fyri 2021. Inntøkurnar fevna serliga um persónsskatt, partafelagsskatt og flyting frá Landinum í samband við at eldraøkið varð flutt í 2015 til kommunurnar at umsita. Raksturin av tænastum, sum Vágs kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2022 mettur at kosta umleið 58,8 milliónir krónur. Hetta er umleið 1,7 milliónir hægri enn í 2021. Økingin stavar í mestan mun frá lógarkravdum útreiðslum innan eldraøkið og barnaverndartænastuni, sum Vágs kommuna samstarvar um, saman við hinum kommununum í Suðuroynni. Raksturin, sum kommunan sjálv skipar fyri, økist ikki í 2022 í mun til 2021. Vágs kommuna fer í 2022 at rinda 2,0 milliónir krónur aftur í skuld. Renturnar eru í 2022 mettar at verða góðar 300.000 krónur. Raðfestingar í 2022 Vágs kommuna fer í 2022 at gera íløgur fyri 5,46 milliónir krónur. Stórur partur av íløgunum í 2022 verða á tekniska økinum, har millum annað til asfaltering, framhald av nýggju vegaføringunum í Brekkubø, parkingspláss norðan fyri kommunuskrivstovuna og Vágs Skúla, umframt busslumma sunnan fyri kommunuskrivstovuna og Vágs Skúla verða framd. Við hesum ætlar Vágs Kommuna at betra um parkerings- og ferðsluviðurskiftini við Vágs Skúla í 2022. Hildið verður fram at raðfesta mentanar- og trivnaðarøki. Peningur er settur av til framhald av Fiskaplássinum á Løðhamari, sum eftir ætlan skal verða ein miðpallur í Vágs kommunu innan mentanar- og trivnaðarøki. Vágs skúli skal dagførast innan og uttan, har peningur er settur av til betran av hølisviðurskiftum, teldum, innbúgv, dagføringar av túni og nýtt undirlag skal leggjast á spæliplássið við Vágs Skúla. Somuleiðis skulu dagføringar gerast á Vágs høll við máling og ves til rørslutarna skal gerast í ganginum millum VB húsið og Vágs Høll. Harumframt skula nýggj LED-ljós setast upp í Vágs Høll. Núverandi ljós í Vágs Høll eru frá 1980, tá høllin bleiv bygd. Íløgan í LED-ljós í Vágs Høll, sparir seg inn aftur eftir trimum árum. Fólkatalið veksur í Vágs kommunu, har serliga ungar familjur við børnum flyta til Vágs. Hetta gevur stórt trýst á barnaansingina og tí verður fyrireikandi arbeiðið gjørt til at byggja út barnagarðin Eikilund. Eisini skula dagføringar gerast á Ungdómshúsið, har tak skal skiftast og ljóðviðurskiftini inni skulu betrast. Á havnaøkinum skula gerast dagføringar á oljukaiina á Oyrunum. Eisini skal bátahylurin á Oyrunum dagførast, har ætlanin er at dýpa bátahylin og aðrar betringar skulu gerast. Millum raðfestingarnar er eisini stovnan av nýggjum vaski- og reingerðartilboðið til eldri borgarar í Vágs kommunu. Økjast skal um tilboð og møguleikar í Páls Høll og Marghøllini, sum vilja skapa fleiri inntøkur til hallirnar. Í ár kundi Vágs kommunu saman við SEV heiðra 100 ár dagin fyri elverkium í Botni við eini ljósfest og er peningur settur av í 2022 til enn eina Ljósfest, sum eftir ætlan skal fevna um eitt tónleika- og mentanartiltak.   Lionel Messi heimsins besti á sjeynda sinni Argentinski bóltsnillingurin vann framman fyri Robert Lewandowski og Jorginho. Argentinski fótbóltssnillingurin Lionel Messi hevur vunnið Balon d'Or heiðurslønina sum heimsins besti mannligi fótbóltsspælari 2021. Hetta hendi á einum hátíðarhaldi í franska høvuðsstaðnum, Paris, í gjárkvøldið. Polendingurin Robert Lewandowski gjørdist nummar tvey, meðan Jorginho, sum vann Champions League við Chelsea og EM við Italia, gjørdist nummar trý. Lewandowski kundi ugga seg við at verða valdur til ársins áleypari, sum varð valdur á fyrsta sinni. Hetta var sjeynda ferðin, at Lionel Messi vann Ballon d'Or. Hetta er tvær ferðir fleiri enn Cristiano Ronaldo, sum hevur vunnið heiðurin næstflest ferðir. Messi vann eisini heiðurin í 2009, 2010, 2011, 2012, 2015 og 2019. Í ár hevur hann skotið tilsamans 32 mál og gjørt 12 málgevandi avleveringar í 40 dystum fyri FC Barcelona og Paris Saint-Germain. Hann hevur í ár verið við til at vinna sponsku steypakappingina við Barcelona og Copa America við Argentina, har hann eisini varð valdur til besta spælara í kappingini. Liðfelagin hjá Messi í PSG, Gianluigi Donnarumma, varð kosin ársins málmaður, meðan Pedri hjá Barcelona varð kosin besti spælari undir 21 ár. Hjá kvinnunum var spanska Alexia Putellas hjá FC Barcelona vald til ársins spælara. Í september spældi Putellas á Tórsvølli við spanska landsliðnum, og hon var eisini við til at vinna 12-0 á Føroyum í farnu viku. Alexia Putellas í dysti fyri Spania á Tórsvølli í september. Til høgru er føroyski liðskiparin, Ásla Johannesen. Barbados slítur frá bretska kongsveldinum Karibiska oyggjalandið gjørdist heimsins nýggjasta lýveldi í nátt Karibiska oyggin Barbados hevur nú sagt farvæl til seinastu leivdirnar av hjálandatíðini, og hevur ný lýst seg sum sjálvstøðugt lýveldi. Næstan 400 ár eftir, at fyrsta bretska skipið legði at við Barbados strendur, er landið ikki longur ein partur av bretska kongsríkinum. Stutt fyri midnátt lokala tíð, varð flaggið hjá bretsku Elizabeth II drotning strokið. Fleiri hundrað fólk vóru við til hátíðarhaldið í høvuðsstaðnum, Bridgetown. Teirra millum var bretski krúnprinsurin Charles. Hansara vón er, at tað ikki verða fleiri lond, sum fara at fylgja hesum døminum. Móðir hansara, Elizabeth, er framvegis drotning í 15 økjum og londum, teirra millum Stórabretlandi, Kanada, Avstralia og Jameika. Barbados hevur tikið hetta stig, sum eitt seinasta burtur frá hjálandatíðini og trælatíðini. Charles prinsur helt røðu á hátíðarhaldinum í nátt Barbados hevur havt sjálvstýri síðan 1966, men tá valdu tey at varðveita kongsveldið. Hóast ovasti leiðarin ikki longur er Elizabeth drotning, men Sandra Mason, sum tjóðartingið í farna mánaði valdi til forseta, verður Barbados framhaldandi limur í Commonwealt-samgonguni. Í røðu síni legði Charles prinsur dent á framhaldandi vinalag millum Bretland og Barbados, hóast myrku søguna frá trælatíðini. Undir hátíðarhaldinum í nátt varð kendasti barbadosbúgvin, sangarinnan Rhianna, kosin tjóðarhetja í landinum. Hóast Elizabeth ikki longur er ovasti myndugleiki í Barbados, so er tað framvegis kvinnurnar, ið ráða fyri borgum í oyggjalandinum við umleið 290.000 íbúgvum. Forseti er nú Sandra Mason og forsætisráðkvinnan og stjórnarleiðarin er Mia Mottley. Boksifelag vil hjálpa ungum við avbjóðingum Tórshavn Boksing vónar at kommuna og landsmyndugleikar síggja møguleikar í teirra nýggja tilboði til ung, sum hava tað trupult Tórshavn Boksing, boksifelagið við venjingarhølum í bygninginum hjá Vøruhúsinum inni á Hjalla, fer nú undir eitt nýtt sosialt átak, sum í útgangsstøði ikki beinleiðis nýtist at hava nakað við boksing at gera. Átakið hevur fingið heitið "Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn", og vendir sær í útgangsstøði til ung í aldrinum 10 til 18 ár, sum hava avbjóðingar, um at finna felagsskap og samanhald í umhvørvinum rundan um boksifelagið. Ætlanin er, at hølini hjá boksifelagnum verða latin upp annan hvønn leygardag millum klokkan 14 og 20, har skipað verður fyri aktivitetum. Sambært boksifelagnum, eru eingin mørk fyri, hvørjir hesir aktivitetir eru, og teir nýtast ikki at hava nakað við boksing at gera. Tað veldst um hvat tey ungu hava hug til. Tað kann vera boksivenjing, men tað kann eisini vera styrkivenjing, ella okkurt heilt annað, til dømis at fara at bovla ella hyggja eftir einum filmi ella hugna sær á annan hátt í hølunum. Av tí at Tórshavn Boksing hevur verið úti og leita eftir fyritøkum, sum vilja stuðla, so er talan um eitt ókeypis tilboð fyri tey ungu. Felagið hevur eisini søkt Tórshavnar kommunu eftir 25.000 krónum, ætlaðar til hetta virksemið. Tilboðið skal fyribils galda fram til páskir. Einstaklingar ella stovnar, ið eru áhugaðir í hesum tilboðum kunnu frætta nærri við at taka samband við boksifelagið ella formannin og stigtakaran, Martin Meng. Neyðugt er at vita eitt sindur um bakgrundina hjá teimum einstøku, so at aktivitetirnir hóska til tey luttakandi, og fyri at luttakararnir kunnu býtast upp í hóskandi bólkar, alt eftir áhugamálum. Ætlanin var, at tilboðið skuldi vera á fyrsta sinni 11. desember, men orsaka av koronastøðuni, er avgerð tikin at bíða til eftir nýggjár. So 8. januar millum 14 og 20 verður "Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn" á fyrsta sinni. Hóast hetta má metast at vera ein landsuppgáva, so heldur Martin Meng, stigtakari til átaki og til Tórshavn Boksing, at tað verður gjørt ov lítið fyri júst henda aldursbólkin, og tí er tað teirra vón, at átakið hjá boksifelagnum kann varpa ljós á trupulleikan. Boksifelagið vil gjarna gera hetta til eitt fast tilboð, men so er neyðugt at felagsskapurin fær fígging til tess. Vit hava sera góðar umstøður í okkara nýggju venjingarhølum, og tað er ikki nøkur loyna, at vit fegin vilja gera hetta til eitt fast tilboð til ung við sosialum avbjóðingum. Tað er tungt at reka eitt ítróttafelag, og leigan av hølunum er ein tungur postur. Tí er tað okkara vón, at bæði kommuna og landsmyndugleikar duga at síggja møguleikar í teimum tilboðum, sum vit kunnu bjóða júst hesum útsetta bólki, sigur Martin Meng.  Jólatræið á Vaglinum tendrað Í kuldanum seinnapartin varð jólatræið á Vaglinum tendrað. Tað vóru Julius og Rógvi sum tendraðu træið Julius og Rógvi tendraðu seinnapartin stóra jólatræið á Vaglinum. Nógv børn vóru saman við foreldrunum komin á Vaglið at heilsa uppá og síggja træið úr av Heiðmørkini uttanfyri íslendska høvuðsstaðin Reykjavík tendra. Anne Mette Greve Klemensen, prestur og Heðin Mortensen, borgarstjóri hildu røðu áðrenn ljósini á trænum vóru tendraði. Fyrsta kommuna jólatræið var tendrað á undir tinghúsinum í 1934, fyri 87 árum síðani. Mynd av Ólavi Frederiksen úr Tórhavnar kommunu. Upprudding á vinnu- og havnaøkjunum á Oyrarbakka, við Norðskála og við Áir Sunda kommuna heitir á øll, sum eiga lutir ella órudd á økjunum um at beina tilfarið burtur í seinasta lagi 10. desember Vinnu- og havnaøkini á Oyrarbakka, við Norðskála og við Áir verða nú ruddað, og í hesum sambandi heitir Sunda kommuna á øll, sum eiga lutir ella órudd á økjunum, um at beina tilfarið burtur av plássunum sum skjótast. Hetta skal gerast í seinasta lagi 10. desember. Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Sunda kommunu um økið. Øll onnur eiga at rudda burtur alt tilfar - tað verið seg akfør, viðfestisvognar, bátavognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd, skrivar kommunan. Er tilfarið ikki ruddað burtur 10. desember, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd. Er nakað ivamál í hesum sambandi, ber til at seta seg í samband við kommununa. Færri enn 400 metrar eftir at bora Arbeiðið at tryggja gongina við vánaligum tilfari á Streymoyarsíðuni er liðugt, og borað verður nú ikki meira á Sandoyarsíðuni Nú eru 10.387 metrar av 10.786 metrum boraðir í Sandoyartunlinum, og sostatt eru bert 399 metrar eftir at bora. Í farnu viku vórðu tilsamans 70 metrar boraðir. Á Gomlurætt, har arbeiðið at tryggja gongina við vánaligum tilfari nú er liðugt, vórðu boraðir 46 metrar. Í alt eru nú boraðir 4.787 metrar har. Í Traðardali vórðu 24 metrar boraðir, og har eru nú boraðir 5.600 metrar í alt. Borað verður ikki meiri frá hesi síðuni, men arbeiði at rigga av og at fyrireika at gera tunnilin lidnar byrjar í staðin, verður upplýst. Margit 40 ára starvsdag Í morgun varð samkoma á skrivstovuni í Nes kommunu í sambandi við, at Margit Andersen hevði starvast sum vaskifólk í Tofta skúla í 40 ár Í morgun var lítil samkoma á skrivstovuni í Nes kommunu, har Margit Andersen varð heiðrað í sambandi við 40 ára starvsdag hennara fyrr í ár. Hon byrjaði í starvi hjá Nes kommunu 1. september 1981, og seinastu 40 árini hevur hon starvast sum vaskifólk í Tofta skúla, skrivar Nes kommuna á heimasíðuna. Hon hevur við nærlagni og trúfesti í øll hesi ár røkt starv sítt á fyrimyndarligan hátt, segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu. Hann takkaði henni vegna bygdaráðið í kommununi, og handaði hann henni ein málning og blómur. Málningin hevur Jón Magnus Joensen málað. Nes kommuna setir knappar 13 milliónir av til íløgur í 2022 Skattaprosent og barnafrádráttur verður tann sami komandi ár. Kommunan væntar at taka fýra milliónir krónur í láni komandi ár til at fíggja íløgur Á bygdaráðsfundi hjá Nes kommunu mánakvøldið varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt. Skattaprosentið verður 20,5, sum er tað sama sum í 2021. Barnafrádrátturin verður 5.500 krónur, sum eisini er tann sami sum í 2021. Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða  67.3 milliónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 58,8 milliónir. Hetta gevur eitt rakstraravlop á 8,5 milliónir krónur. Avsettar eru 12,9 milliónir krónur til íløgur. Samlað gevur hettar eitt hall á 4,4 milliónir krónur. Afturgjald av skuld verður í 2022 umleið 3 milliónir krónur. Samtykt er, at afturgjald av skuld verður fíggjað við rakstraravlopi. Íløgurnar verða fíggjaðar við rakstraravlopi, tøkum peningi og lántøku á 4 milliónir krónur. Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt. Frítíðarkortið á 2.000 krónur fyri hvørt barn millum 0-18 ár verður, eins og í 2021, eisini galdandi í 2022. Størstu í íløgurnar í 2021 vóru at gera Frítíðarskúla lidnan, útstykkingarveg á  Ólavsvegi, parkeringsøki v. m. við íbúðirnar á Kneysum/Heygsvegi, klæðing av 1958 skúlabygninginum og umbygging av Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Hesar íløgurnar verða eftir ætlan lidnar um ársskiftið. Í 2022 eru avsettar hesar krónur. 4,0 milliónir til at spreingja bakkan innan fyri MJ-saltsøluna; vinnuøki og verjugrót til Oyrahavnina 3,0 milliónir til jarðarkeyp til íbúðar-, rað- og sethúsabygging við Høganesveg og Regnaveg 1,7 milliónir til skúlan; ætlað til tónleikastovu, ventilatión í svimjihylinum, útøki og búmerki 1,9 milliónir til Heygsveg 1,0 millión til øki á Svangaskarði; ætlað til girðing, køk og málgoymslu 400.000 krónur til útøki við barnagarðin, vøggustovuna og frítíðarskúlan 500.000 krónur. til Endurnýtsluplássið; ætlað til pressubingju við meira . 300.000 krónur til vatn-reinsiverkið 200.000 krónur til Neshamar 200.000 krónur til moldgoymsluna 100.000 krónur til gøtu úti á Nesi 100.000 krónur til Heilsumiðstøðina Annars eru avsettar smærri og størri upphæddir til rakstur av kommunalum vegum, bygningum og ognum annars. Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at vaksa. Tann 25. november búðu 1.451 fólk í Nes kommunu. Sostatt er fólkavøksturin higartil í ár komin uppá 52 fólk. Bygdaráðið í Nes kommunu fer framhaldandi at leggja dent á at skapa fortreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring, skrivar Súni í Hjøllum á heimasíðuni hjá Nes kommunu. Bygdarráðið í Nes kommunu   Vunnu 3-1 á Liktinstein Føroyar hava fult stigatal og liggja á triðja plássi í kappingini eftir Monako og Kýpros, sum hava fleiri borðstig. Føroyska talvlandsliðið vann í gjár báðar dystirnar, tá tvey umfør vórðu spæld í smálandakappingini, sum hesa vikuna fer fram á Malta. Fyrrri dysturin endaði við tryggum sigri. Les: eisini, at Føroyar knústi Luksemburg  Føroyska talvlandsliðið vann eisini dystin í triðja umfari. Dysturin móti Liktinstein endaði 3-1 til Føroyar. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu á fyrstu trimum borðunum. Jón í Horni Nielsen tapti á fjórða borði í sínum fyrsta landsdysti. John Rødgaard hevði frí. Trý oddalið Føroyar hava fingið góða byrjan við trimum sigrum á rað. Vit hava longu vunnið á dyggastu kappingarneytunum, Andorra og Luksemburg, sum eru styrkismett nummar tvey og trý. Tvey onnur lið hava eisini vunnið fyrstu tríggjar dystirnar. Hesi eru Monako og Kýpros, men tey hava havt heldur lættari mótstøðu enn Føroyar í fyrstu umførunum. Øll liðini hava seks dystarstig fyri tríggjar sigrar, men Monako og Kýprós hava 10 borðstig og Føroyar 9 1/2 . Vinna Føroyar á hinum oddaliðunum, er sigurin í kappingini so gott sum tryggjaður. Føroyar telva móti Monako í seinna dystinum í morgin, og dysturin móti Kýpros verður fríggjadagin. Í fjórða umfari í dag telva Føroyar móti Jersey.  Borgarafundur í Oyndarfirði týskvøldið Ætlanin um ávísar broytingar í aliøkinum á Oyndarfirði er einasta mál á skránni Týskvøldið hin 30. november klokkan 19:30 skipar Runavíkar kommuna fyri borgarafundi í Oyndarfjarðar skúla. Ætlanin um ávísar broytingar í aliøkinum á Oyndarfirði er einasta mál á skránni. Mowi hevur fyrr í ár søkt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um loyvi til at broyta aliøki C-08, á Oyndarfirði, og fyri kortum er ískoyti til umhvørvisgóðkenningina komið frá Umhvørvistovuna. Runavíkar kommuna hevur fingið ískoytið til hoyringar. Meðan málið hevur verið viðgjørt er ynski komið fram í Vinnu- og havnarnevndini, um, at leggja ískoytið (broytingina) fyri staðbundnu nevndina í bygdini, og um at borgarafundur verður hildin um sama mál. Ein fundur í staðbundnu nevndini tók undir við, at borgarafundur varð hildin. Mowi eigur alingina á Oyndarfirði og hevur játtað at luttaka á fundinum við einari framløgu, og Umhvørvisstovan verður eisini umboðað á fundinum. Eftir framløguna verður møguligt at seta fram spurningar um ætlaðu broytingina, sum ískoytið fevnir um. Runavíkar kommuna Trailari farin av vegnum Nakrar tímar í kvøld var ikki koyrandi gjøgnum vegamótið í Funnigsfirði, sum bindur Funningsveg, Fjarðaveg og Gerðisveg, men nú er trailarin fingin upp Í løtuni er ikki koyrandi gjøgnum vegamótið í Funnigsfirði, sum bindur Funningsveg, Fjarðaveg og Gerðisveg. Orsøkin er, at ein trailari er farin av vegnum, og hongur á vegøkslini. Tað er hálka, sum er orsøkin, sigur løgreglan. Landsverk arbeiðir í løtuni við at fáa trailaran, sum er fult lastaður, upp aftur, og arbeiðið fer væntandi at taka nakrar tímar, tí stórar maskinur skulu til, og tær mugu koyra um Eiðiskarð fyri at koma til hjálpar. Dagføring klokkan 22.00: Trailarin er fingin upp, og nú er aftur koyrandi í vegamótinum. Omikron kom til Evropa fyrr enn áður hildið Áðrenn nýggja frábrigdið varð fráboðað Heimsheilsustovninum 24. november, var tað longu komið til fleiri evropeisk lond, vísa kanningar Nýggja koronufrábrigdið Omikron, sum varð staðfest í Suðurafrika herfyri, kom til Evropa eitt sindur fyrr, enn mann higartil hevur hildið. Tað vísa greiningar av koronukanningum, sum eru gjørdar í Belgia, Hollandi og Týsklandi. Omikron varð fyrst fráboðað Heimsheilsustovninum, WHO fyri einari viku síðani - 24. november, men frábrigdið var longu komið til Evropa áðrenn tað. Holland upplýsti týsdagin, at nýggja frábrigdið varð skrásett í tveimum kanningum frá ávikavist 19. og 23. november. Áðrenn tað varð hildið, at Omikron kom til landið við tveimum flogførum úr Suðurafrika 26. november. Tá vórðu 61 ferðafólk staðfest positiv fyri koronu, og 14 teirra vórðu staðfest smittað við Omikron-frábrigdinum, hava kanningar síðani víst. Belgia var tað fyrsta landið í Evropa at skráseta ein tilburð við Omikron-frábrigdinum í farnu viku, og síðani hevur mann har funnið frábrigdið í einari roynd frá 22. november. Týskland hevur eisini funnið frábrigdið í einari kanning hjá persóni, sum lendi í Frankfurt 21. november, skrivar Ritzau. Og hóast Suðurafrika var fyrsta landið at boða frá Omikron-frábrigdinum, merkir tað ikki neyðturviliga, at frábrigdið stavar harfrá. Sambært Statens Serum Institut í Danmark, varð Omikron skrásett í suðurafrikanska landinum Botsvana 11. november, og 14. november varð tað eisini skrásett í Suðurafrika. Heimsheilsustovnurin hevur eisini upplýst, at Omikron fyrst varð staðfest í kanning frá 9. november. Upplýst verður tó ikki, hvar kanningin varð gjørd. Samstarv millum Býarbókasavnið og Tjóðskjalasavnið Tjóðskjalasavnið fær við hesum eyka møguleika fyri at bjóða lesistovubrúkarum sínum enn betri umstøður, við at vera meira sjónlig mitt í býnum og við at bjóða viðskiftafólki góða atgongd og hentleikar Í farnu viku skrivaðu Tjóðskjalasavnið og Tórshavnar kommuna undir samstarvsavtalu. Endamálið er at menna og skipa samstarvið millum Býarbóksavnið og Tjóðskjalasavnið - í fyrsta umfari við fjarlesistovu á Býarbókasavnium til tilfar frá Tjóðskjalasavninum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna. Tjóðskjalasavnið hevur til endamáls at tryggja varðveitingina av savnsskjølum, sum hava søguligt virði og hava fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar. Tjóðskjalasavnið skal syrgja fyri, at varðveittu savnsskjølini altíð eru tøk hjá myndugleikum og almenninginum. Tjóðskjalasavnið fær við hesum eyka møguleika fyri at bjóða lesistovubrúkarum sínum enn betri umstøður, við at vera meira sjónlig mitt í býnum og við at bjóða viðskiftafólki góða atgongd og hentleikar. Eisini er ætlanin at hava framsýningarmontru og aðra miðling av áhugaverdum skjølum hjá Tjóðskjalasavninum, skrivar kommunan. Ætlandi byrjar tænastan á Býarbókasavninum í februar 2022, og verður nærri kunnað um hetta í januar. Nýtt koronafrábrigdi. Oljuprísur kavar við 11 prosentum Nýggja meira vandamikla koronafrábrigdið, Omicron,  kann gerast ein hóttan móti altjóða marknaðunum og fær oljuprísin at lækka við 11 prosentum Oljuprísurin kavaði í gjár við 11 prosentum til góðar  72 dollarar fyri tunnuna, eftir tíðindini um nýggja koronafrábrigdið, sum nú ger vart við seg í syðra partinum av Afrika. Hetta er fleiri ferðir vandamiklari enn Deltafrábrigdið, sum hevur herjað mong lond við álvarsligum avleiðingum skrivar World Oil sambært Bloomberg.  Longu nú eru fólk í Bretlandi vorðin sjúk við nýggja frábrigdinum. Hóast USA saman fleiri øðrum londum setti hol á eykagoymslurnar av olju fyri at steðga ógvusligu príshækkingunum, so ávirkaði tað ikki oljuprísin stórvegis. Men nú kemur so nýggja Covid-frábrigdið og fær oljuprísin at kava.  Nýggja  slagið av virussinum hóttir við, at fleiri lond helst aftur fara at steingja niður, og tað kann so aftur ávirka heimsbúskapin og harvið bæði oljueftirspurning og -prís. Brádliga príslækkingin hendir fáar dagar, áðrenn Opec+ londini møtast at viðgera støðuna, um antin at varðveita verandi framleiðsluøking ella broyta  hana og har møguliga økja framleiðsluna meira.  Viðmerkjarar siga, at nýggja koronafrábrigdið kemur óvart á og fer at ávirka marknaðin so ella so. Greinarin hjá SEB í Norra, Bjarne Schieldrop sigur, at Opec+ londini fara helst at fara frá ætlanini at økja meira um framleiðsluna eftir prísfallið fríggjadagin. Um so er hevur USA ikki rokkið annað  enn at minka um egnu goymslur sínar við tiltakinum fyri stuttum at lata upp fyri strategisku goymslunum. Víst verður á at ein av broytingunum, sum kann koma í kjalarvørrinum á nýggja meira smittandi frábrigdinum kann vera, at tann vøkstur man annars hevði roknað við í eitt nú flogferðsluni, fer ikki at koma. Kortini eru flogferðslan millum syðra Afrika og umheimin sera avmarkað.  Hvat nýggja frábrigdinum viðvíkur, so er tað ikki bara tað, sum nú er orsøkin til óvissuna á marknaðinum. Tí longu áðrenn tað varð staðfest fyri fáum døgum síðani, var koronasmittan annars í vøkstri í nógvum londum. Klárt at melda til Faroe Islands Handball Cup 2022 Longu nú ber til at melda seg til hondbóltskappingina, sum verður í Vági í august - Freistin er tó ikki fyrr enn 1. juni, men bert 70 lið sleppa við, siga fyriskiparar. Stóra hondbóltskappingin, Faroe Islands Handball Cup verður aftur í Vági komandi ár, tá spælt verður í døgunum 1. til 3. august 2022. Hondbóltskappingin bjóðar tríggjar dagar við hondbóltsspæli, har spælt verður í Marghøllini (og møguliga eisini í Vágs Høll). Eins og undanfarin ár verður spælt í aldursbólkunum frá U10 til og við U16 og fyri bæði gentur og dreingir. Umframt hondbólt, so fáa luttakarar á Faroe Islands Handball Cup eisini upplivingar fyri lívið í framúr góðu umstøðunum í Vági, bæði í Páls Høll, Marghøllin og Vágs Høll, í nærumhvørvinum, á fjørðinum og úti í náttúruni annars. Kvøldini verða merkt av hugna og samveru, har tey ungu njóta løturnar saman í Vági, siga fyriskiparar. Stórur áhugi fyri kappingini. Stórur áhugi er fyri Faroe Islands Handball Cup, og sambært fyriskiparum vísa lið uttan úr heimi nú eisini áhuga fyri at koma til stóru hondbóltskappingina í Vági. Tilmeldingin er longu byrjað. Hóast umstøðurnar í Vági eru góðar og stórar bæði í Marghøllini og í Vágs Høll, er gjørt av, at seta eitt mesta tal av luttakandi liðum. Hetta merkir, at í mesta lagi 70 lið kunnu kappast til Faroe Islands Handball Cup 2022. Tilmelding til Faroe Islands Handball Cup 2022 fer fram á heimasíðuni, har tað eisini er kunning um luttøkugjald og kostnaðir í samband við Faroe Islands Handball Cup 2022. Freistin fyri tilmelding er 1. juni 2022, men havst skal tó í huga, at tilmeldingin letur aftur, tá 70 lið eru tilmeldaði. Nord Stream 2 størsta mistakið hjá Merkel Avgerðin at byggja gassleiðingina Nord Stream 2 var tað størsta mistakið hjá týska kanslaranum, Angela Merkel. Hetta sigur fyrrverandi formaðurin í ES, Donald Tusk við pólska miðilin Pap.  Fyri áhugamálini hjá ES er Nord Stream 2 ein sera vánalig verkætlan, og hetta hevur Merkel eisini sjálv viðgingið, men fekk ikki steðgað verkætlanini, tí týsk vinnulívsfólk tóku undir við henni, sigur Tusk.  Kortini vísti USA stóran mótvilja móti verkætlanini við teirri grundgeving, at Evropa fór at gerast alt ov bundið at Russlandi og tí sannroynd, at við at leggja gassflutningin uttan um Ukraina, so misti landið møguleikan fyri eini týðandi inntøku. USA setti við Donald Trump forseta í gildi boykott av fyritøkum, sum vóru partur av verkætlanini, nakað, sum Joe Biden forseti aftur setti úr gildi fyri at varðveita góðu viðurskiftini við Týskaland. Nú ljóða kortini nýggir tónar úr Hvítu Húsunum, sum aftur hótta fyritøkur, ið eru partur av verkætlanini, at verða boykottaðar.  Nord Stream 2 gassleiðingin er 1200 kilometrar long og gongur úr Russlandi til Týskalands. Hon hevur kostað 11 milliardir dollarar og skal veita gass til Evropa næstu 50 árini. `Ottin fyri gassleiðingini stavar serstakliga frá møguleikanum hjá Russlandi at misbrúka hana í sínum geopolitikki, har trygdin hjá Vesturheiminum er í vanda. Í løtuni er eingin framleiðsla, tí týskir eftirlitsmyndugleikar sýta fyri at góðkenna hana, so leingi eigarin Gazprom ikki livir upp til treytir galdandi í Týskalandi.  Grønlendski høvuðsstaðurin í streymloysi Streymurin fór eina løtu týsnáttina og aftur í dag er streymurin ógvuliga svikaligur Tey hava stórar trupulleikar við streymveitingini í Nuuk í hesum døgum. Orsaka av ringum veðri og nógvum kulda, hevur næstan allur grønlendski høvuðsstaðurin ligið í streymloysi stóran part av degnum í dag. Eisini týsnáttina sveik streymveitingin í størsta grønlendska býnum, eitt skifti. Í morgun var aftur galið. Sambært grønlendska streymveitaranum, Nukissiorfiit, er orsøkin eitt skammlop millum vatnorkuverkið í Buksefjorden og høvuðsstaðin. Vatnorkuverkið koyrir aftur, men trupulleikar eru framvegis við streymleiðingini millum verkið og Nuuk, og tí hevur streymurin verið óregluligur í allan dag. Ein stormur er væntandi, og tí boðar Nukissiorfiit frá, at fleiri streymslit kunnu koma fyri í kvøld. Nukissiorfiit roynir nú at tryggja býnum streym við bæði vatnorku og dieselorku, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.  Familjuguðstænasta við sangi, søgu og ítrivi í Vágs kirkju Gudstænastan verður í Vágs kirkju í morgin, 1. sunnudag í advent, klokkan ellivu. Tað er sunnudagsskúli í Meinigheitshúsinum, sum saman við lærarum í Vágs skúla og degninum, sum koma at skipa fyri Nú nýtt kirkjuár byrjar sunnudagin 28. november, sum samstundis er 1. sunnudagur í advent, skipar Vágs kirkja fyri familjuguðstænastu. Tað er sunnudagsskúli í Meinigheitshúsinum, sum saman við lærarum í Vágs skúla og degninum, sum koma at skipa fyri. Á skránni er nógvur sangur og søga, og eftir guðstænastuna er ítriv. Umframt barnavinarligar sangir og søgu, er leisturin skipaður sum vanlig guðstænasta við 2-3 sálmum og tekstinum, ið hoyrir til dagin. Familjuguðstænasta byrjar klokkan 11, og tá ið hon er liðug umleið 11:45, er møguleiki hjá teimum vitjandi at sita eina løtu og gera ítriv saman, soleiðis at øll familjan er saman, virkin og hugsavna til sang, søgu og ítriv. Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað leygardagin Haldið verður við kommunuskrivstovuna á Toftum klokkan 15.30 Leygardagin 27. november klokkan 15.30 verða jólatrøini hjá Nes kommunu tendraði. Haldið verður við kommunuskrivstovuna á Toftum klokkan 15.30, har Ingrid Hansen fer at røða og tendra jólatræið. Hornorkestrið hjá Nes sóknar Musikkfelag luttekur. Orsakað av korona og smittuvandanum vórðu jólapakkar býttir út til børnini í Barnagarðinum, Frítíðarskúlanum og í skúlanum fríggjadagin. 2.400 tons av sild landast til Varðan Pelagic Gøtunes hevur landað 1.200 tons av sild, og Tummas T skal landa somu nøgd til Varðan Pelagic Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur júst landað 1.200 tons av sild til Varðan Pelagic. Liðugt varð at landa Gøtunes í morgun, og síðan slapp Tummas T framat við somu nøgd - 1.200 tonsum av sild. Bæði skipini hava fiskað sild í føroyskum sjógvi, og báðar lastirnar vórðu landaðar til Varðan Pelagic á Tvøroyri.  62 smittað í gjár Nú eru 482 smittað við koronu í Føroyum. Tað er 22 fleiri enn í gjár Heili 62 fólk vórðu staðfest smittað millum tær 2.445 koronaroyndirnar, sum vórðu gjørdar hetta seinasta samdøgrið. Hóast talið ikki var líka stórt, sum dagin fyri, tá 73 tilburðir vórðu funnir, so er smittutalið framvegis so høgt, at talið av smittaðum vaksið við 22 í mun til í gjár, so tað nú eru 482 smittað í Føroyum. Hetta seinasta samdøgrið vóru sostatt eisini 40 fólk, ið vórðu blivin frískmeldað.