Føroyinga saga Ein maður er nevndur Grímur Kamban, hann fór fyrstur at byggja Føroyar, meðan Haraldur hin hárfagri var á døgum; tá flýddi fyri ovdømi hansara mangur maður. Summir settu seg í Føroyum og bygdu har, men summir leitaðu til onnur oyðilond. Eyð hin firndarríka fór til Íslands, og kom inn í Føroyum, og gifti har Óluvu, dóttir Torsteins reyða (1), og haðani er komin tann besti kynbarmur føroyinga, sum teir kalla Gøtuskeggjar, og búði í Eysturoy. Tróndur fór til Danmarkar 2. Torbjørn æt ein maður, hann var kallaður Gøtuskeggj, hann búði í Eysturoy í Føroyum. Guðrin æt kona hansara; tey áttu tveir synir; Tollakur æt tann eldri, og Tróndur tann yngri. Teir vóru evnaligir menn. Tollakur var bæði stórur og sterkur; Tróndur var líkaso, tá i hann var fullvaksin; men avlagi ólíkir brøður vóru. Tróndur var reyðhærdur, frøknutur í andliti og grefligur i ásjón. Torbjørn var múgvandi maður, og var gamal, tá ið hetta barst (2) til. Tollakur giftist har í oyggjunum, men var tó heima hjá faðir sínum í Gøtu; og korta tíð eftir at Tollakur varð giftur, andaðist Torbjørn Gøtuskeggj, og var heyggjur gjørdur yvir honum, og so var hann útborin eftir fornum siði, tí at tá vóru allar Føroyar heidnar. Synir hansara skiftu arvin millum sín, og hvør av teim báðum vildi hava heimabúgvið í Gøtu, tí tað var høvuðskastið av øllum. Teir løddu tá tað undir lodd, og loddurin fell Trónda til. Tollakur beyð Trónda aftaná skifti, at lata seg hava heimbúgvið, og hann meira av leysoyra, men Tróndur vildi ikki; Tollakur fór tá burtur haðani (3), og fekk sær búgv annaðstaðni har í oyggjunum. Tróndur setti jaðrargóðsið í Gøtu burtur fyri leigu til nógvar menn, og tók so høga leigu, sum kundu fáast; og hann búðist til skips um summarið, men hevði lítið við sær at keypa fyri, og fór til Norra; har hevði hann seti á einum garði allan veturin, men var næstum altíð trótutur. Tá ráddi fyri Norðríki Haraldur Gráfeld. Summarið eftir fór Tróndur til Danmarkar við øðrum keypmonnum á farmaskipunum, og koma til Háloyri sama summarið. Har var tá ein stór mongd av fólki samankomin, og er tað sagt, at hagar kemur mesta (4) mannfjøldin her á Norðlondum, meðan markaðurin stendur. Tá ráddi fyri Dannmørk Haraldur kongur Gormsson, sum var kallaður Blátonn. Haraldur Kongur var á Háloyri um summarið, og heilur hópur fylgdist við honum. Tveir hovmenn kongins eru nevndir, sum tá vóru við honum har, annar æt Sjúrður og annar Hárekur; hesir brøður gingu tíðum um keypstaðið, og vildu keypa tann besta og stórsta gullring, sum var at fáa. Teir komu inn í eina búð, sum var útgjørd pá tað besta, harinni sat ein maður, hann tók blíðliga móti teimum, og spurdi, hvat teir vildu keypa. Teir søgdu seg vilja keypa ein gullring, báði stóran og góðan; hann svaraði, at her var gott at (5) velja úr. Teir spyrja hann um navn sítt, hann nevnir seg Holmger ríka, hann brýtur nú upp gullgoymslur sínar, og sýnir teim ein tjúkkan gullring, sum var tann kostiligasti, og helt hann so dýran, at teir tóktust ikki vita, hvørt teir mundu fáa alt tað silvur, sum hann segði seg vilja hava straks pá staðið, og bóðu hann bíða til morgins og hann játtaði tí. Nú ganga teir burt við hesi avgerð, og leið so tann náttin av. Um morgunin gongur Sjúrður burt úr búðini, og Hárekur var inni eftir, og kort eftir, tá kemur Sjúrður uttan at teltaskørðunum, og rópti: "Hárekur bróður!", segði hann, "flýggja mær skjótt pungin, sum silvuri er í, sum vit ætlaðu til ringakeypið, tí (6) nú er keypið gingið saman; men bíða tú her meðan, og ansa eftir búðini". Nú fær hann honum silvuri út ígjøgnum skarði á teltinum. Ráðagerð Trónda 3 Eina lítla stund efir tá kemur Sjúrður inn í búðina til bróður sín, og segði: "Tak tú nú silvurið, nú er keypið gingið saman". Hann svarar: "Eg fekk tær silvurið í áðni." "Nei", sigur Sjúrður: "eg havi ikki tikið við tí." Nú trætast teir um hetta. Eftir tað siga teir kongi frá; kongurin og aðrir menn halda tað vera eyðvitað, at peningurin er stolin frá teim. Nú ger kongur forboð, so at eingi skip skuldu sigla burtur, meðan so var statt. Hetta tókti mongum manni óhent, at liggja so har framum (7) ta tíð, í markaðurin stóð. Tá hildu norðmenn stevnu sínámillum um, hvat ráð nú vóru til at taka. Tróndur var við á teirri stevnu og segði so: "Her eru menn væl so ráðleysir." Teir spyrja hann: "Veitst tú tá nakað ráð?" Kom tá fram við tínum ráðum!" søgdu teir. "Ikki man eg gera tað fyri einki", sigur hann. Teir spyrja, hvat hann vil hava fyri. Hann svarar. "Hvør av tykkum skal fáa mær eitt seksskinsstykki í silvuri," sigur hann. Teir hildu tað vera væl nógv, men tó gingu teir undir, at hvør maður fekk honum tá eitt trýskinsstykki í hondina, og annað skuldi hann fáa, um hetta gekk væl av. Næsta dagin eftir setti kongur ting, (9) og talaði so, at aldri skuldi nakar maður vera leysur haðani, fyrrenn nakað vist kom upp um henda stuldur. Tá tekur til orðar ein ungur maður, sum hevði hárið vaksið oman úr kolli, og reyður av hárliti, frøknutur og heldir grefligur í ásjón, og talaði so: "Væl so ráðleysur er her hvør maður," sigur hann. Ráðgevarar kongins spyrja, hvat ráð hann kundi leggja. Hann svarar: "Tað er mítt ráð, at hvør maður, sum higar er komin, leggi fram so mikið silvur, sum kongur leggur á, og tá ið øll tann mongdin er komin saman, bøti tá teimum, sum vóru fyri skaðanum, men kongur havi sær tá til sømdar, sum avloypur; og veit eg tað, at hann vil (10) síggja væl fyri tí, sum honum lutast, og fólk liggja ikki her veðurføst, so mikil mannamúgva, sum her her samankomin, sær til stóran vansa. Har var skjótt tikið undir av allari mongdini, tey søgdu seg gjarna vilja leggja peningar fram kongi til sømdar, heldur enn at liggja her sær til vansa, og hetta varð funnið fyri gott, og peningurin samanborin, so tað var ein heilur hópur av pengum, og eftir tað sigldi ein heil mongd av skipum burtur haðani. Kongurin heldur nú ting, og var tá hugt at hesum nógvu peningum, og brøðurnir fingu skaðan afturbøttan av somu peningum. Tá talaði kongur um tað við menn sína, hvat ið gerast (11) skuldi av hesi pengamongd. Tá tekur ein maður til orða, og segði: "Harri mín", sigur hann, "hvat tykist tygum hann verdan at fáa, sum hetta ráðið gav?" sigur hann. Teir síggja nú, at hin ungi maðurin, sum tá stóð har fyri konginum, hevði givið hetta ráðið. Tá mælti Haraldur kongur: "Allir hesir peningarnir skulu skiftast í helvt; mínir menn skulu hava aðra helvtina, men onnur helvtin skal fara í tvey, og hesin ungi maðurin hava annan partin, men eg skal síggja til fyri øðrum". Tróndur takkaði kongi fyri hetta við føgrum orðum og blíðum, og var tað ein so stór pengarúgva sum Trónda lutaðist, at knapt fekst markatal á. Haraldur kongur sigldi tá haðani, og (12) øll tann mongdin, ið har hevði verið. Tróndur fór til Norra við teim norsku keypmonnunum, sum hann hevði verið hagar í ferðini við, og teir betalaðu honum tey trýskinsstykki, sum hann átti eftir, og har keypti hann sær eitt stórt og gott farmaskip, lagar harí alt tað nógva góðsið, sum hann hevði fingið í hesari ferð, heldur nú til Føroyar við skipinum, og kemur hagar við øllum góðsi sínum heilum og holdnum; og várið eftir reisir hann búgv í Gøtu, og trýtur honum nú ikki fæ. Tróndur var høgur maður av vøkstri, hevði reytt hár og var reyðskeggjaður, frøknutur og grefligur í ásjón, myrkur (13) í sinnalag, sleiskur og sniðfundigur í øllum, skálkasniðun, ódeildur og meinskur við almúguna, blíðmæltir við sína yvirmenn, men hugsaði oftast um svik. Sigmundur Brestirson og Tórur føðast 4. Havgrímur æt ein maður, hann búði í Suðuroy í Føroyum; hann var mektigur maður, men harðvunnin og færíkur. Gudrið æt kona hansara, og var dóttir Snæúlvs. Havgrímur var høvdingi yvir helmingi av oyggjunum, og hevði tann helming í len av Haraldi kongi gráfeldi, sum tá ráddi fyri Norðríki. Havgrímur var ógviliga snarsintur, og ikki sagdur at vera vitugur maður. Heima(14)maður hansara æt Einar, og varð kallaður suðuroyingur; ein annar maður var enn hjá Havgrími, sum æt Eldjarn kambhóttur, hann var illorðaður, hálvbýttur og meinskur, ólíkligur og reidingarsamur, lygnaktigur og baktaliskur. Tveir brøður eru nú nevndir í søguni, sum búðu í Skúoy, annar æt Brestar og annar Beini; teir vóru synir Sigmunds. Faðir teirra, Sigmundur, og Torbjørn Gøtuskeggur, faðir Trónda, vóru brøður. Brestar og Beini vóru víðagitnir menn, og vóru høvdingar yvir einum helmingi av oyggjunum, og høvdu hann í len av Hákun jarli Sjúrasoni, sum tá hevði nakað at ráða yvir inni í Tróndheimi, og báðir (15) teir vóru hovmenn Hákun jals, og hansara kærastu vinir. Brestar yvirgekk allar menn bæði í stødd og styrki, og var frægari krígsmaður enn hvør ein, ið tá hevði at siga yvir oyggjunum; hann var ásjóniligur maður, fimur í øllum leikum. Beini var eisini líkur bróðuri sínum í mongum lutum, tó var hann ikki javnur við hann. Kalligt var millum teirra og Trónda, tó at teir vóru nærskyldir. Ikki vóru teir brøður giftir; frillur høvdu teir, Sissal æt frilla Brestars, og hin, sum fylgdi Beina, æt Tóra. Sonur Brestars æt Sigmundur, hann sýntist skjótt at vera mansligur. Tórur æt sonur Beina, og var tvey ár eldri enn Sigmundur. (16) Eitt annað búgv áttu brøðurnir í Dímun, tó var tað búgvið minni. Synir teirra vóru avlagi ungir ta tíðina. Snæúlvur verfaðir Havgríms búði í Sandoy, hann var slektaður úr Suðuroyggjunum, og flýddi hann fyri mannadráp og aðra ódeildir til Føroya; hann hevði verið í sjórøvaralagi tann fyrra part av ævi sínari, men var tó enn líka odeildur og harðvunnin. Skaðaatburðir í Føroyum 5. Bjarni æt ein maður, sum búði í Svínoy, og var kallaður Svínoyar-Bjarni, hann var ein avhildin bóndi og færíkur 17), men ein ikið undirfundigur maður; hann var móðurbróðir Trónda í Gøtu. Tingstaðið hjá føroyingum var í Streymoy, og har er tann Havnin, sum teir kalla Tórshavn. Havgrímur, sum búði í Suðuroy, í tann býlinginum, sum eitur Hovi, hann var frekur blótmaður, tí t tá vóru allar Føroyar heidnar. Tað var eina ferð um heystið, at Einar suðuroyingur og Eldjarn kambhøttur sótu við svidnareldin hjá Havgrími bónda í Suðuroy; teir fóru at javna menn móti manni, Einar helt meira av frændum sínum Brestari og Beina, men Eldjarn helt við Havgrími, og stóð uppá, at Havgrímur var mætari. Hetta kom so vítt, at (18) Eldjarn leyp upp, og legði til Einars við tí trænum, sum hann hel á, tað kom á økslina á Einari, og var honum illa við. Einar fekk eina øks, og sipaði í høvdið á Kambøtti, so at hann fell í óvit, og tað sprakk sundur fyri. Men tá ið Havgrímur var hetta varur, koyrdi hann Einar frá sær, og bað hann nú fara til Skúvoyingana, skyldmenn sína, tá hann hevði hildið við teimum; "og man so fara at vera, "sigur Havgrímur, "antin tað so verður fyrr ella síður, at ein fløkja verður millum okkur, og teir skúvoyingana". Einar fór avstað, og kom til teirra brøðurnar, og sigur teimum, hvussu til hevði borist. Teir tóku væl móti honum, og hann var væl hildin (19) har um veturin. Einar biður Bresta, skyldmann sín, at taka sak sína uppá seg, og so gjørdi hann. Brestir var vitugur maður og lógkyndigur. Um veturin fór Havgrímur á skipi til Skúoyar, og finnur brøðurnar, og spurdi teir, hvussu teir vildi svara um tann vansa, sum Einar hevði volt Eldjarni kambhøtti. Brestir svarar, at teir skuldu leggja tað stevnumál undir frægastu menns dóm, so at hvørt kundi setast javnt móti øðrum. Havgrímur svarar: "Ikki man nakað vera av sátt og semjing millum okur, uttan eg ráði fyri øllum einsamallur." Brestar svarar: "Tá er ikki javnsett, og av tí verður einki." Tá stevndi Havgrímur Einari til Streymoyar(20)ting, og skiljast teir so við slíkum skili. Brestir hevði lýst hagar stutt eftir, at tað var tilborist, at Kambhøttur hevði fyrst lopið á Einar. Nú koma báðir partar til tings, og hava mongd av fólki við sær; men tá ið Havgrímur gekk fyri rættin, og ætlaði at føra stevningina fram móti Einari, tá gingu teir báððir brøðurnir Brestar og Beini hinumegin at við einum heilum flokki, og Brestar gjørdi stevningina ógildiga fyri Havgrími, og føri fram aftur ímóti, at Kambhøtt eftir fornum landslógum hevði brotið húsfriðin, tí at hann bardi sakleysan mann, og kom tað so ikki til dóms hjá Havgrími, men teir søktu Eldjarn (sum ófriðamann) at vera útlagan og at bøta fullar sektir. Havgrí(21)mur segði, at hetta mundi fara at verða hevnt. Brestar svaraði aftur, at tað mundi búgvin bíða, og kvíða ikki fyri hóttum hansara. Teir skiljast nú við slíkum skili. Ráð Trónda móti Bresta og Beina 6. Kort eftir hetta fer Havgrímur heimanfrá, og seks menn við honum, og Gudrið kona hansara við, og vóru á einum skipi; tey fóru til Sandoyar. Har búði Snæúlvur, verpápi hansara, faðir Gudriðs, konu hansara; og tá ið teir koma til oynna sóu tey ikki manntal úti í bønum, og ongan uppi á oynni; tey ganga nú niðan til garðs og at húsum, og vera ikki fólk var; tey ganga inn í stovuna, og er har sett á borðið (22) báði matur og drekka, men við fólk vera tey ikki var. Hetta tókti teimum undarligt, og tey eru nú har um náttina. Um morgunin eftir búðust tey avstað, og fóru fram við landi. Tá róði ein skúta ímóti teimum hinumegin fram við landi, full av fólki, teir kendu Snæúlv bónda og øll húsfólk hansara. Havgrímur róði tá beint móti teimum, og heilsaði Snæúlvi verfaðir sínum, men hann ónti ikki aftur. Tá spurdi Havgrímur, hvat ráð hann legði sær til søksmálið við Bresta, so at hann kundi fáa sømdir av tí. Snæúlvur svarar: "Illa hevur tú borið teg at", sigur hann, "og boði tær móti frægari monnum enn tú ert, um einki, og hevur tó (23) mannminkan av tí". "Annað tóktist mær at vera meiri tørvur á, enn árbeiðslu av tær", sigur hann, "og ikki vil eg lurta eftir tær". Snæúlvur treiv í spjótið og skeyt eftir Havgrími; Havgrimur fekk skjøldin fyri seg, og spjótið stóð fast í tí, men ikki var hann sáraður; teir skidust nú so at, og Havgrímur fer heim aftur til Suðuroyar, og letur illa at um lagna sín. Havgrímur og kona hansara Gudrið áttu ein son, sum æt Øssar, hann var tá á tíggjinda ári, ið hetta barst til, og var aldeilis evnaligur eftir aldrinum; og líður nú nakað frá; fer Havgrímur tá avstað, og norður til Eysturoyar til Trónda, og Tróndur fagnar honum væl: Havgrímur leitar nú ráð við Trónda, hvussu (24) hann helt, han fór at bera seg at við søksmálinum móti skúvoyingunum, Brestari og Beina, sigur at hann var tann vísasti í øllu Føroyum, og segði hann helt seg vist vinna, fekk hann hann við sær. Tróndur svarar, at hann helt tað undaligt , at hann leitaði til síns, og vantaði seg at hava illvilja til skyldmenn sína, "men tað man ikki vera tær álvara; og so tykir mær, tú ert skikkaður, at tú hugsar um at hava aðra menn í útreið við tær, men nemur tær ikki at vinna teir so við tær, at tú fært nakran framburð". "Ikki eri eg so", segði Havgrímur, "og vil eg leggja nógv til at vinna teg, at tú verður í umráðum við mær, so eg nívi lívið av teimum brøðrum". Tróndur svarar. "Koma (25) man eg tær í ferð við teir brøður", segði hann, "men tað skalt tú unna mær fyri, at fáa tvey kúsvirði hvørt vár og tveyhundrað hørt heyst, og henda skuld skal vera tína ævi og ikki minni eftir tín deyða, og tó verður einki av, at eg fari við tær, uttan fleiri leggjast uppí; nú vil eg, at tú finnur Bjarna, móðurbróður mín í Svínoy, og hav hann í umráðum við tær". Havgrímur játtar til hetta og fer haðani til Svínoyar, og finnur Bjarna, og bønar hann um tað sama, sum Tróndur hevði rátt honum. Bjarni svarar so, at hann vil ikki geva seg har uppí við honum, uttan hann fær nøkur góðgæti í hondina. Havgrímur bað hann siga sær, hvat ið honum hugnaðist. Bjarni mælti: (26) "Tú skalt fáa mær hvørt vár trý kúvirði, og hvørt heyst trúhundrað í slakti." Havgrímur játtar til hetta, og fer heim við slíkum skili. Bardagi 7. Nú er at siga frá brøðrunum Bresta og Beina; teir áttu tveir búnaðar, annan í Skúgoy og annan í Dímun. Brestar átti konu, sum æt Sissal; hon var slekta frá Norra. Son áttu tey, sum æt Sigmundur, hann var níggju ár gamal, tá ið hetta barst til, og var bæði førligur og ásjónligur. Beinar hevði frillu, sum æt Tóra, og son við hennni, sum æt Tórur, hann var tá (27) ellivu ár gamal og væl evnaligur. Nú bar so til eina ferð, tá ið teir brøðurnir Brestar og Beini vóru í búgvi sínum í Dímun, at teir fóru út í oynna Lítlu-Dímun, hon er óbygd; har høvdu teir sær gangandi seyð, og tey neyt, sum teir ætlaðu at slakta. Dreingirnir Sigmundur og Tórur beiddust eftir at fara við teimum; og brøðurnir góðu teimum eftirlæti, og so fara teir til oynna. Brøðurnir høvdu øll vápn síni við sær. So er sagt frá Bresta, at hann var bæði stórur og sterkur, og frægari enn hvør annar í vápnaføri, vitugur maður og vinasælur við alla sí(28)na vini. Beini, bróðir hansara, var eisini væl at sær komin, men tó ikki til javna við bróður sín. Nú fóru teir frá oynni Lítlu-Dímun, og sum teimum leið væl at oynni Stóru-Dímun, sóu teir tríggjar skútur fullar av fólki og verju koma móti sær, og vóru tólv mans á hvørjari skútu. Teir kendu menninar, og vóru hará Havgrímur úr Suðuroy og Tróndur úr Gøtu, hvør á sínari skútu, og Bjarni úr Svínoy á teirri triðju skútuni. Teir komu sær millum brøðurnar og oynna, so teir náddu ikki á lendingina, men máttu leggja til brots aðrastaðni; har sum teir sluppu nú upp var ein loftskota(29)klettur í hamrinum upp frá teimum, upp á hann kluvu teir, og høvdu verju sína við sær, og teir settu dreingirnar har niður hjá sær á klettin. Kletturin var víður omaná, og góður at verja. Nú koma Havgrímur og hinir hagar við øllum trimum skútunum; teir leypa straks upp av skútunum og upp í fjørðuna undir klettin; Havgrímur og Svínoyar-Bjarni gera nú anfall á brøðurnar, men teir verja seg væl og manniliga. Tróndur reikaði oman og niðan í fjøruni og hansara menn við honum, og vóru ikki við at fara ímóti teimum. Brestar vardi klettin, har sum hann var hægri at leypa ímóti, men verri at verja. Nú (30) hildu teir so við eina stund, tí ikki var skjótt at vinna. Tá rópti Havgrímur: "Tað helt eg meg skilja hava gjørt av við teg, Trónda! at tú skildi veita mær lið, og til tess gav eg tær góðs mítt," segði hann. Tróndur svarar: "Tú ert ein ræðuskítur í tí í meiri hevur pá seg, tá tú ikki er mentur at halda ímóti tveimum monnum við tvinni tólv Mans, og er tað háttur tín, altíð at hava aðrar til skotbjálva fyri teg, og torir ikki at koma í nándina, tá ið nøkur er mannaroynd; tað er *ráðuligari, dassum* nakar dugur er í tær, at renna fyrstur upp ímóti Bresta, og so aðrir at fylgja tær eftir, ella síggi eg tað, at tú ert eitt ódugnadýr;" (31) og so eggjar hann hin nú ógviliga. Eftir tað leypur Havgrímur upp í klettin ímóti Bresta, og rennur til hansara við spjótinum, og rakar hann um miðjuna tvørtur ígjøgnum; tá ið Brestar føldi sær tað, at hetta var banasár sítt, tá trísti hann seg fram á spjótið móti Havgrími, og høggur til hansara við svørðinum, og høggið kemur í vinstru øksl á Havgrími, og kleiv útav økslina og síðuna, os at hondin fell burtur frá, og fell Havgrímur tá deyður út fyri klettin, og Brestar har omaná hann, og so lótu báðir sítt lív. Nú søkja teir annastaðni at Beina, hann vardi seg væl, men so var afgangurin, at hann lat har sítt lív. (32) So er søgnin, at Brestir var tríggja mans bani, áðrenn hann drap Havgrím, og Beini tveir mans bani. Og eftir at hetta var avrikað, mælti Tróndur til, at teir skildu drepa smádreingirnar Sigmund og Tóra. Bjarni svarar til: "Ikki skal nakar drepa teir," segði hann. Tróndur svarar aftur: "Tað man tó so skiftast," segði hann, "at teir vera teim flestu monnum at deyða í her eru, um teir sleppa undan nú." Bjadni svarar: "ikki skal nakar drepa teir heldur enn meg," segði hann: "Ikki var hetta mítt álvara," segði Tróndur, "eg vildi bara royna tykkum, hvussu tær tóku undir hetta; (33) og nú skal eg bøta dreingjunum fyri tað, at eg havi verið staddur her hjá og verið við í ferðini, og bjóða teimum at fostra teir upp." Dreingirnir sótu á klettinum, og sóu hvussu alt gekk til; og Tórur græt, men Sigmundur mælti: "Grátum ikki, frændi, munum heldir longri!" Eftir tað fóru teir avstað aftur, og Tróndur hevði dreingirnar við sær inn til Gøtu. Lík Havgríms varð flutt til Suðuroyar og jarðað eftir fornum siði; men vinir Bresta og Beina fluttu lík teirra heim til Skúvoyar, og gróvu teir eisini eftir fyrndar siði. Nú frættust hesi tíðindi um allar Føroyar, og hvør maður harmaði brøðurnar. Ravnur tók móti Sigmundi og Tóra 8. Sama summarið kom eitt skip úr Norðríki til Føroyar, og skiparin æt Ravnur, ein víkingur av ætt, og átti ein garð í Túnsberg; hann hevði mestu sigling til Hólmgarðs og var tí kallaður Hólmgarðsfararin. Hetta skipið kom inn í Tórshavn; men tá ið keypmenninir vóru lidnir, tá er tað at siga frá, at ein morgunin kemur Tróndur í Gøtu hagar á einari skútu, og tekur skiparin við sær í einrúm, og gitir tá fyri honum, at hann hevur tveir lítlar trælar at selja honum. Hin segðist ikki vilja keypa, fyrr enn hann sá. Tróndur leiðir nú fram tveir kannkollutar (35) dreingir í hvítum yvirstúkum; teir vóru fríðir at sjá til, men upptrútnaðir í andliti av harmisku. Ravnur segði, tá ið hann sá dreingirnar: "Er ikki so, Tróndur! at hetta eru synir Bresta og Beina, sum tær drupu fyri kortum!" "Eg haldi tað vist vera so", segði Tróndur. "Ikki koma teir í mítt náðarvald," segði Ravnur, hvis [kvis] eg skal leggja nakað út fyri teir." "Vit skulum tá so veljast um tað", segði Tróndur, "og tak her tvær merkur í silvuri, sum eg vil geva tær fyri tað, at tú flytir teir hiðani við tær, so at teir aldri koma koma síðani aftur til Føroyar;" hann hellir nú silvuri niður í fangið á honum, telur tað, og skilar til (36) fyri honum, hvussu mikið tað var; Ravnur hugdi hugaliga at silvurinum, og so vart av, at hann tók móti dreingjunum, og siglir hann nú í havið, tá hann fekk byr, og kemur har at landi í Norra, sum hann ætlaði sær, eystur við Túnsberg, og hann er nú har um veturin, og dreingirnir hjá honum, og eru væl undirhildnir. Frá Sigmundi og Ravni og Trónda 9. Um várið búði hann skip sítt til eysturferðar, og spyr tá dreinginrar, hvussu teir hildu seg vera staddar. Sigmundur svarar: "Væl móti tí, tá Tróndur hevði okkum undir sær." Ravnur spyr: "Vita tit hvat eg (37) og Tróndur gjørdu av millum okkum!" segði hann. "Víst vita vit," segði Sigmundur. "Eg haldi tað ráðuligast," segði Ravnur, "at tit fara fyri mær, hvar ið tit vilja, og tað silvur, ið Tróndur fekk mær í hendur við tykkum, tað ætli eg best niðurkomið, tá ið tit hava tað í vinnufang, og eru tit tó lítið væl staddir í ókunnigum landi." Sigmundur takkaði honum, og segði, at hann hevði gjørt aldeilis væl við teir, eftir sum tað var komið at vera millum teirra. Nú er at siga frá Tróndi, at hann tók undir seg alt ráðið í Føroyum, og alt tað góðsið og alla ognina, ið brøðurnir Brestar og Beini, skylmenn hansara, áttu; (38) og hann tekur til síns unglingin Øssar, son Havgríms, og fostraði hann upp. Øssar var tá tíggju ára gamal. Nú ráddi Tróndur fyri øllum í Føroyum og eingin troystaði sær at tala móti honum. Frá Sigmundi 10. Tað sama summar, ið brøðurnir Brestar og Beini vóru dripnir, var høvdingaskifti í Norðríki, Haraldur Gráfeld var feldur frá land og ríki, og Hákun jall kom í staðin, hann var í fyrstuni skattajallur Haralds konga Gormsson, og hevði ríkið frá honum; tá var alt ríkið oytt burtur frá synum Gunnhilds; summir vóru dripnir, men summir flýddu av landinum (39). Nú er at siga frá teimum báðum Sigmundi og Tóra, at teir eru tvey ár í Víkini eftir tað, at Ravnur lat teir leysar frá sær, og tá vóru uppgingnir allir pengarnir, ið Ravnur fekk teimum, Sigmundur er tá tólv ára og Tórur fjúrtan ára gamal; teir frætta nú um ríkidømi Hákun jals, og taka nú tað til ráðar, at vitja hansara, um teir vóru mentir at komast út fyri tað; teimum tykir tað líkligast at fara hagar, tí tað mundi koma teimum til góðar, at pápar teirra høvdu verið hansara menn, teir ganga nú úr Víkini til Upplandar (40), og tann vegin eystur um Heiðamørk og norður til Dovrafjall; teir koma har úti við háveturin, og leggur nú fannarkavi niður fyri teimum, og veturin harðnar; teir hildu tó til um fjallið av lítlum viti, teir viltust og liggja úti, so at teir vóru matleysir mangar dagar, og tá legðist Tórur fyri, han biður nú Sigmund hjálpa sær sjálvum og leita niður av fjallinum; hann segði, at teir skildu antin báðir koma fram ella hvørgin; og so mikil munur var á kreftum teirra, at Sigmundur tekur Tóra uppá bakið, og leiðin var tá heldur omaneftir; teir blivu nú báðir útasaðir; eitt kvøldið (41) finna teir á eina leið í fjallinum, og fóru so eftir henni, og umsíður kenna teir royktev, og nú finna teir á eitt einbýli, teir ganga inn og koma í stovuna; har sótu tvey konufólk, annað nakað við aldur, men annað ein smágenta; báðar vóru líka vakrar; tær tóku blídliga ímóti hesum dreingjum, og lótu teir úr klæðunum, og fingu teimum turr klæðir aftur, og geva teimum so mat at eta, og síðani fylgja teir teimum til at leggja seg, og reiða væl uppundir teimum, og siga nú, at tær vildu ikki, at teir skildu vera fyri bóndanum, tá ið hann kom heim, og lótu teir vita, at hann var nakað illfrýntligur (42). Nú vaknar Sigmundur við tað, at ein maður kemur inn, høgur á vøkstri og í skinnbjálva, og hevði reinsdjór á baki, hann snerti upp nasar og var illsnakin, og spurdi, hvat hagar varð komið. Matmóðirin segði, at har vóru komnir tveir vesælir dreingir, burturkølnaðir og so maktaleysir, at teir vóru drúgvast deyðir. Hann svarar: "So verður tað skjótast, at tað kemur upp, at vit eru her, dersum tú tekur tær pá at hýsa fólki, og eg havi ofta varað teg við tað." "Ikki meinti eg," segði matmóðirin, "at so vænir unglingar skuldu liggja her og doyggja undir húsavegginum hjá okkum. " Bóndin lat tá vera kvirt, og so fóru tey til at fáa mat (43) og síðani at leggja seg. Tvær koyggjur vóru í tí stovuni, sum tey lógu í; Bóndin og konan lógu í tí einu, men bóndadótturin í aðrari, og ból varð gjørt upp til dreingirnar har í stovuni; um morgunin eftir var bóndin tíðliga á fótum, og segði við dreingina. "Tað tykir mær, konufólkini vilja, at tit hvíla tykkum her í dag, dersum tit ætla tað hent hjá tykkum." Teir søgdu teir vildu tað gjarna. Sigmundur var hjá Úlvi 11. Bóndin var nú burtur um dagin, og kemur heim á kvøldi, og var aldeilis kátur við Sigmund og Tóra. Men morgunin erftir kom bóndin til dreingirnar, og segði: "Tað var eydna tykkara, at (44) tit viltust higar at húsum mínum, nú tykir mær tað ráðuligast, at tit vera her við frið í vetur, um tit halda tað bera til hjá tykkum; konufólkini líkjast væl á tykkum, og tit eru komnir burtur av allari leið, og hiðani er langt til bygdar øllumegin." Teir takkaðu bóndanum fyri boðið, og søgdust gjarna vilja vera har. Bóndin segði, teir skuldu tykjast væl báðum matmøðrunum, og taka hond í við teimum, tá ið tær høvdu tað neyðugt, "tí eg man vera hvønn dag úti og leita okkum eftir fongi, um so vil bera til." Dreingirnir eru nú har, og tær eru góðar við teir og teimum tykir gott at vera har; men hvønn dag var (45) bóndin burturi. Húsini vóru góð og sterk, og væl umsitin. Bóndin nevnist Úlvur, kona hansara Ragnhild og dóttir teirra Turid; hon var tann vakrasta genta í nakar hevði sætt, og sá mikið vitislig út; góður tokki var millum teirra Sigmund og Turid, tey tosaðu ofta saman, og ikki legði bóndin og konan orð í tað. Nú líður veturin, og fyrsti summardagur kemur. Tá kemur Úlvur bóndi uppá mál við Sigmund, og sigur við hann: "Tað kom nú so at bera til," segði hann, "at tit hava her verið í vetur hjá mær, halda tit nú ikki annað líkligari hjá tykkum, enn at vera her, tá skulu tit hava heima her, og vita tá, um tit (46) ikki styrkna her; kann vera at okkum er fleiri lutir samanatleiðir; men eitt er tað sum eg vil vara tykkum við, at tit fara ikki í tann skógin, sum er norðan fyri húsini". Teir játtaðu tí, og takkaðu Úlvi bónda fyri tilboðið, og tóku gjarna móti tí. Sigmundur vann djórið 12. Ein tjørn var stutt burtur frá húsunum, hagar fór bóndin, og vandi teir at svimja; stundum fóru teir á ein bakka at skjóta til máls, og vandust við skot, og var Sigmundur skjótt kønur um alla kynstir Úlvs, so at hann bleiv ein útlærdur maður í øllum, og Tórur (47) eisini, tó var hann ikki javnur við Sigmund. Úlvur var førligur maður og sterkur, og tað kundu brøðurnir snart skyna á, at hann var rætt ein frágerðarmaður. Teir vóru nú har tríggjar vetrar, og var Sigmundur tá fimtan, men Tórur seytjan ár. Sigmundur var tá ein fullkomin maður í vøkstri, og so vóru báðir, tó var Sigmundur í hvørjum luti frægari, tó at hann var tvey ár yngri. Nú bar so til eina ferðina um summarið, at Sigmundur snakkaði so við Tóra: "Hvat man bagga, tó at vit farin í henda skógin, ið er her norðan fyri garðin?" Tórur svarar: "Ikki havi eg hug at forvitnast eftir tí," sigur hann (48) "Ikki eri eg so sintur", sigur Sigmundur, "og hagar skal eg fara." "Tú fert tá at ráða", sigur Tórur, "men tá brótum vit forboð fostirfaðirs míns." Nú fóru teir, og Sigmundur hevði eina øksi til brennivið í hondini; teir koma inn í skógin, og á eitt vakurt rudddað pláss, men ikki hava teir verið leingi, fyrr enn teir hoyra hvølt brak í skóginum, og brátt eftir síggja teir eina ógviliga stóra bjørn og gríska. Tað var ein stór skógbjørn grágulmut á litinum. Teir leypa nú aftur á rásina, sum teir høvdu gingið eftir; rásin var mjá og trong, Tórur leypur undan og Sigmundur aftaná. Djórið leypur nú eftir (49) teimum á rásini, og nú verður rásin trong hjá tí, so at eikirnar brotnaðu frá tí. Sigmundur sníður tá kvikligani útav rásini inn ímillum trøini, og bíðar har til djórið kemur ábeint hann. Tá høggur hann beint í oyrnalystrið á djórinum við báðum hondum, so at øksin søkkur inn, og djórið deftir beint fram eftir, og er steindeytt, tí at tað hevur eingi brotakøst. Tórur var nú varur við hetta, og mælti: "Tær var lagað at vinna hetta manndómsbragdi, Frændi mín!" segði Tórur, "men ikki mær, og er tað líkligast, at eg fari at vera í mangar mátar tín eltibløðra". Sigmundur mælti: "Nú skulum vit royna, um vit (50) eru mentir at fáa reist djórið upp; teir gera so, og fingu reist tað upp; boyggja trøini, at tað ikki kundi detta, og leggja kelv í kjaftin á tí, og djórið sýnist tá at gapa við kjaftinum; nú fara teir heim eftir hetta. Og tá ið teir koma heim, tá er Úlvur fostirfaðir teirra úti í túninum fyri teimum, og var tá á veg at fara at leita eftir teimum; hann var tá ófryntligur, og spurdi, hvar ið teir høvdu verið. Sigmundur svarar: "Illa er nú vorðið, fostirfaðir, mín!" segði hann, "vit hava nú brága* úr ráðum tínum, og bjørnin hevur elt okkum". Úlvur svarar: "Tað var vón á tí, at so fór at vera, og tað vildi eg nú, at hon skuldi ikki elta (51) tykkum oftari; men tó er hetta djórið so, at eg havi ikki troystað mær til at glettast við tað, og tó skulum vit nú froysta uppá tað", segði hann. Úlvur vendir nú inn aftur, og tekur eitt spjót í hondina við sær, og leypur nú í skógin, og teir báðir við honum. Úlvur sær nú bjørnina, og leypur straks til, og førir spjótið í hana, so at bjørnin dettur umkoll við tað. Úlvur sær nú, at djórið er deytt áður, og tók so til orða: "Halda tit meg fyri háð, ella hvør av tykkum hevur dripið djórið?" Tórur svarar: "Ikki ber mær til at ogna mær av hesum, fostirfaðir!", sigur hann, "og (52) Sigmundur hevur dripið djórið". "Hetta er hitt stórsta manndómsbragd", sigur hann, "og aftaná hetta munnu fara at koma mong tíni avreksverk, Sigmundur!" segði hann. Nú fara teir heim haðani eftir hetta, og síðani helt Úlvur nóg meira um Sigmund enn áður. Burturferð báðar brøðranna frá Úlvi 13. Báðir brøðurnir vóru nú hjá Úlvi, til Sigmundur var átjan, og Tórur tjúgu ár. Sigmundur var tá ein frágerðarmaður bæði á vøkstri og alvi og allari kvikligheit. Tað er skjótast at siga um hann, at hann hevur gingið Ólav Tryggasoni næst í øllum ítróttum; og nú í so er komið at vera, tá sigur Sigmundur við Úlv, fostirfaðir sín, at hann vil leita burtur haðani: "og tykist mær, at vit lítið kunnu vænta at blíva til nakað, dersum vit eru ikki hugaðir á at forvitnast um aðra menn." "So skal eisini vera, sum tit viljum," sigur Úlvur. Meðan teir vóru har, høvdu teir givið gætir eftir tí, at hvørt heyst og hvørt vár var Úlvur burtur sjey nætur ella har nær, og hevði tá heim við sær mangt at bjarga sær við, so sum lørift og klæði, og onnur sløg, sum tey trongdu til at hava. Úlvur letur nú gera teimum klæðir, og ger teir væl frá sær. Tað fanst nú á konufólkunum, at tær tóku sær skilnaðin (54) aldeilis nær, og tó meiri hin yngra. Nú skiljast tey, og teir fara avstað, og Úlvur fer við teimum á leið og fylgir teimum um Dovrafjall hartil at teir síggja norður av tí til Ørkadals. Tá setst Úlvur niður, og sigur, at hann vil hvíla seg. Nú setjast teir niður allir. Tá mælti Úlvur: "Nú lystir meg at vita, hvørja eg havi fostrað upp her, og av hvørjum ættum tit eru, ella hvar ið føðiland tykkara er." Teir siga honum frá øllum í sínari ævi, tað í avliðið var. Úlvur harmar teir mikið. Tá mælti Sigmundur: "Nú vildi eg tað, fostirfaðir, (55) mín!, at tú hevði sagt okkum frá tínari ævi, hvat tær hevur verið fyri." "So skal eisini vera", sigur Úlvur. Torkil sigur brøðrunum frá søguni um ævi sína 14. "Har fari eg nú at taka til søgu mína, at ein bóndi æt Tórálvur, sum búði á Heiðamørk í Upplondum, hann var ein ríkur maður og sýslumaður hjá Upplands kongi; hann var giftur og kona hansara æt Iðun, men dóttir hansara Ragnhild, hon var ein av teimum allarvakrastu gentum. Ikki langt haðani búði ein bóndi, sum æt Steingrímur, ein góður maður og væl múgvandi. Tóra æt kona hansara. (56) Tey áttu ein son, um æt Torkil; hann var evnaligur maður, førur og sterkur. Tað var arbeiði Torkils, meðan hann var heima hjá faðir sínum, at hvørt heyst, tá tók at frysta og ísur legðist á vøtnini, tá legðist hann í skómarkirnar, og nakrir stálbrøður við honum, og veiddu djór, og hann var ein tann besti bugaskjúttari. Hetta var hansara arbeiði, tá ið turrafrost fell inn, og av tí var hann kallaður Turrafrost. Eina ferðina kom Torkil uppá mál við faðir sín, og segði, at hann vildi, at hann var sær fyri giftarmáli og bað sær um Ragnhildu, dóttur Tórálvs bónda. Faðir hansara svarar, at hann ætlar sær høgt í veðrið; men tó (57) var so avgjørt, at teir feðgar fara til Tórálvs bónda, og siga ørindi síni, at bera bønarorð Torkils til Ragnhildu, dóttur hansara. Tórálvur svarar seinliga, og sigist hava ætlað henni hægri enn har, ið Torkil er; men segði hann ellars vildi svara teim væl í vinafylgi við Steingrim, men helt, at tó kundi einki vera av hesum. So skiljast teir við slíkum skili frá honum, og fara heim. Frá Torkili og Tórálvi 15. Stutt eftir hetta fer Torkil heimanífrá sjálvur annar á nátt, tá ið hann frætti, at Tórálvur var ikki heima, men farin um sýssil sítt. Teir báðir, Torkil (58) og hin ganga inn um náttina og til seingina hjá Ragnhildu, hann tekur hana upp í kneppi, og ber hana út, og hevur hana heim við sær. Faðir hansara var illa við hetta, og segði við hann, at hann tók á størri stein enn hann var mentur at bólta, og bað hann skjótt flyta hana heim aftur. Hann svarar: "Ikki man eg tað gera." Steingrímur, faðir hansara, bað hann tá fara burutur haðani. Torkil gjørdi tá so, fór avstað við Ragnhildu, og legðist úti í skóginum. Tá vóru í ferðini við honum tólv mans, teir vóru vinmenn og leikbrøður hansara. Nú kemur Tórálvur bóndi heim, og fær at frætta hesi tíðindi, hann sankar tá menn til síns, (59) og hevði hundrað mans við sær, og fer til Steingríms bónda, og biður hann flýggja fram son sín, og fáa sær dóttur sína aftur í hendur. Steingrímur segði, at tey vóru ikki har. Tórálvur og teir við honum vóru rannsakaðu har, og funnu ikki tað, ið teir vildu. Eftir tað fóru teir í skógin, og leitaðu eftir teimum, og skiftu so sundur at leita, og tríati mans vóru við Tórálvi. Nú bar so til ein dagin, at Tórálvur sær tólv mans í skógnum, og eitt konufólk tað trettanda, og tykist nú vita, at hagar er at halda. Nú siga fylgissveinar Torkils honum frá, at fólk elta teir, teir spyrja nú Torkil hvat ráð eru til at taka. Hann svarar: "Ein hólur er her nær við osum, hagar munnu (60) vit fara allir, hann er góður at verja; har skulum vær bróta grót upp, og verja okkum sum kalar; teir fara nú á hólin, og byggja seg til. Brátt eftir koma teir við Tórálvi, og søkja straks at teim við vápnum, men Torkil og hansara menn verja seg væl og manniliga. So varð endin á leikinum, at tólv mans fullu hjá Tórálvi, og sjey hjá Torkili, men hinir fimm vóru sárir, ið eftir vóru. Tórálvur bóndi var særdur til ólívis. Nú flýggjar Torkil undan inn í skógin og stálbrøður hansara við honum, og skiljast so frá teim, men Ragnhild var eftirverandi, og var hon tá flutt aftur til bygdina við faðiri sínum. Og tá ið (61) Tórálvur kemur aftur í bygdina, doyr hann av sárum sínum, og er tað mannasøgnin, at Torkil var banamaður hansara. Hesi tíðindi spurdust nú. Torkil fer heim aftur til faðir sín, og er lítið sárur, men flestir av fylgissveinum hansara meiri; teir vera nú grøddir. Søgn Torkils 16. Eftir hetta stevna upplendingarnir ting saman, og Torkil Turrafrost varð gjørdur útlagin á tinginum. Og tá ið teir feðgar frættu hetta, sigur Steingrímur, at Torkil fór ikki at vera heima, meðan teir leita mest eftir honum: "Nú skalt tú fara, sonur mín! at teirri ánni (62) ið rennur stutt frá garðinum, har eru stór glývir upp við ánni; og inn við sjálvum áarglývrunum er eitt helli, og tað loynuholið veit eingin uttan eg; hagar skalt tú fara og hava mat við tær." Torkil ger nú so, at hann er har í hellinum, meðan mesta leigingin stendur uppá, og verður ikki funnin. Óhugaligt tykir honum har, og tá ið nakað líður frá, fer hann úr hellinum, og til tann garðin, ið Tórálvur bóndi hevði átt, og tekur nú Ragnhildu burtur aðra ferðina, hann heldur nú til fjals og í oyðumarkir, "og her støðgaði eg," segði hann, "sum eg nú havi sett búgv mítt, og her havi eg verið síðani, og Ragnhild við mær, í átjan ár, og er tað aldur Turidu (63) dóttur mína. Nú havi eg sagt tykkum frá allari ævi míni," sigur hann. "Nógv haldi eg um søgu tína, fostirfaðir!" sigur Sigmundur; "men nú vil eg siga tær frá, at eg ikki havi lønað tær tína vælgjørning og uppføðing, tí at dóttir tín segði mær, tá ið vit skiltust, at hon var við barn, og har er eingin maður at tíða til uttan meg, og tí fór eg mest frá tær, at eg helt tað mundi gera skilnað millum okkum". Torkil svarar: "Langt er síðani, at eg visti av, at ástartokki var millum tykkara, og eg havi ikki viljað formeinað tykkum tað." Sigmundur mælti tá: "Tað vil eg biða tygum, fostirfaðir mín! (64) at tú giftir ikki Turidu dóttir tína, tí hana skal eg eiga, ella onga konu annars". Torkil svarar: "Ikki man dóttir mín giftast við betri manni; men tað vil eg biða teg, Sigmund! at dersum tú fært nakra framkoming hjá høvdingum, at tú munar navn mítt, og kemur mær í frið og forlík við bygdarfólk mítt, tí mær leiðist nú ógviliga at vera í hesum óbygdum." Sigmundur játtaði tí, hviss ið hann mundi koma tað áleiðis, og nú skiljast teir, skyldmenninir fóru nú so, til at teir koma til Hákun jall á Hlaði, har hevði hann seti sítt; teir ganga nú inn fyri jallin og heilsa honum, og hann tekur væl ímóti, og spyr (65) eftir av hvat fólki teir vóru. Sigmundur segði seg vera son Bresta, "hansara sum var sýslumaður tygara eina tíð í Føroyum, og varð har dripin; eg havi tí, Harri! sókt á tygara fund, at eg vænti mær frá tygum góðan frama, og vildi eg, Harri mín! gingið tygum til handa, og so vil skyldmaður mín við." Hákun jall sigur, hann visti gjølla um, hvat maður hann var: "og ikki ert tú ólíkur Bresta, men sjálvur fert tú at føra teg í ætt; og ikki skal eg tó spara tær føðina;" hann vísti honum tá til setis hjá gestum sínum; Sveinur Hákunson (66) var ungur, og við hirðin hjá faðiri sínum ta tíðina. Sigmundur hittir Hákun jall og Svein 17. Sigmundur kom sær í tal við Svein, son jallins, og spældi fyri honum mong fimlispælni, so at jalssonurin hevði mikla gaman av honum. Sigmundur bar upp á mál fyri Sveini, og bað hann leggja gott fyri seg, (67) so hann fær nakran frama av faðiri hansara. Sveinur spyr hann, hvat hann beiddist eftir: "í herna vildi eg helst," segði Sigmundur, "um faðir tín vildi gjørt meg út." "Slíkt er væl husgað", segði Svein. Veturin líður nú fram at jólum; og til jólar kemur Eirikur jall Hákunason hagar eystan úr Víkini, har hevði hann seti sítt. Sigmundur kemur sær í tal við Eirik jall, og kærir fyri honum sín vanda; Eirikur jall lovar honum at fremja tað í hann ætlaði sær hjá faðiri sínum Hákuni, og segði seg ikki at skula leggja minni til hansara enn Hákun jall. Eftir jólini røðar Sigmundur við Hákun jall, at hann skuldi veita sær styrk pá onkun máta, og lata seg (68) njóta faðir síns Bresta at, sum hevði verið hansara tænastumaður. Hákun jall svarar: "Víst misti eg ein góðan mann, tá ið Brestar var dripin, hovmaður mín, slíkt royðsmenni, og ils eru teir verdir frá mær, ið hann drópu; og hvat ætlar tú tær ellars?" Sigmundur segði seg helst vilja fara í víking, og fáa annahvørt frama ella bana. Jallin sigur tað var væl talað, "og í vár tá ið menn fara at búgva seg til ferðar, skalt tú fáa at vita, hvussu eg vil tá lata vera." Veturin líður nú av, og tá førir Sigmundur vinarorð Hákun jals aftur fram fyri hann. Jallurin svarar: "Eitt langskip vil eg fáa tær, og fjøruti mans á tí við allari verju, og man tað (69) lið vera lítið vandað, tí flestir eru ikki fúsir at fara við útlendskum og ókunnigum manni, sum tú ert". Sigmundur takkaði jallinum, og segði Eiriki frá tiltøku faðir hansara. Jall svarar: "Lítið tók hann til, og tó man tað koma tær til gagns; annað skipið vil eg fáa tær, og fjøruti mans á tí," og tað skipið var í allar mátar væl útgjørt, sum Eiriku fekk honum. Nú sigur hann Sveini, hvat í teir faðir og sonur høvdu lagt saman til síns. Sveinur svarar: "Mær ber ikki á hesum sinni so til, at eg kann vera javnur við teir í tiltøku til vini mína, men tó skal eg fáa tær tað triðja skipið, og fjøruti mans á tí, og tað skulla vera mínir egnu menn, og vænti (70) eg, at teir fylgja tær best eftir av teimum monnum, í tær eru feingnir til fylgi. Sigmundur helt slag við Randver 18. Signumdur býðst nú til at fara við monnum sínum, og siglir, tá ið hann er liðugur, eystur til Víkur, og so til Danmarkar, og ígjøgnum Oyrasund, og beint inn í Eysstursjógvin, hann fer harinni um summarið; og verur lítið til fongar, ikki troystar hann sær at halda fram ímóti har, sum mikið var fyri, við tílíkum liði sum hann hevði. Hann letur tó keypmenn fara í friði; tá ið leið út á summarið, siglir hann eystan aftur, til at hann kemur undir Elvarsker,og har er sum oftast víkingabøli, hvar ið nógvir (71) koma saman; og sum teir høvdu lagt seg í legu undir einum hólmi, tá gongur Sigmundur upp á skerið, og vil síggja seg um. Hann sær nú at hinumegin undir hólmanum liggja fimm skip, og tað fimta var ein dreki. Hann fer tá til menn sína, og sigur teimum frá, at fimm víkingaskip liggja hinumegin undir skerinum: "Nú vil eg siga tykkum tað, at mær er lítið um at flýggja undan teimum óroyndum á øllum; vær munnum og aldri fáa frama, uttan vær eru árádnir at seta okkum í vága." Teir bóðu hann síggja til tess. "Nú skulum vær bera grót í skipini", segði Sigmundur, "og búgvast til, sum ossum tykir líkligast. Vær skulum leggja skip vær (72) uttanvert í hesa vágna, sum vær eru nú komnir í, tí at vágin er har mjáast, og so líkist mær í kvøld, tá vær siglum inn, at ikki mundu skip fáa lagt inn við ossum, um vær leggjum øll trý skip vær líka langt fram, og man tá vera osum fyri bestum, at teir fáa ikki øllumegin lagt at ossum." Hetta gera teir. Og um morgunin, tá ið teir hava lagt skip síni uttanvert í vágni, tá rógva fimm víkingaskip móti teimum, og ein maður stendur í stavninum á drekanum báði stórur og sterkur, og spyr teir straks, hvør ið ráddi fyri skipunum. Sigmundur nevndi seg, og spyr um hansara navn. Hann segði seg eita Randver, og vera slektaðan eystan úr Hólmgarði, og segði teir (73) høvdu nú tvey kor, antin at geva skip síni og seg sjálvan í hansara vald, ella annað, at verja seg. Sigmundur helt tað vera ójavn kor, og segði at teir mundu fyrst fara at froysta vápin síni. Randver bað sína menn leggja at við trimum skipum, tí øll náddu ikki at; men hann sjálvur vildi fyrst síggja, hvussu, gekk. Sigmundur stýrdi tí skipinum, ið Svein jalssonur hevði fingið honum, og Tórur tí, ið Eirikur jall hevði átt. Nú leggjast teir at og stríðast; Sigmunds menn grýttu so nógv grót í fyrsta, at hinir kundu onki gera uttan líva sær, og tá ið gróti varð uppi, gera teir eina so harða ríð av skotum, at nógvir fullu av víkingunum (74), og heil mongd var sár. Nú taka Sigmunds menn til høggvápin síni, og tekur nú bardagin at hella niður á liðið hjá Randveri, og tá hann sær vanlutan hjá sínum monnum, segði hann, at teir vóru bara óhirðmenn, tá ið teir sigraðu ikki tá menn, sum hann helt ikki kunna vera millum manna; teir svaraðu honum, at hann var fittur at eggja teimum, og líva sær; bóðu hann nú sjálvan fara móti teimum; hann segði so skuldi vera. Nú leggur hann at við drekanum og hinum øðrum skipinum, sum menninir vóru hvíldir á, og skipar tað triðja skipið við ósærdum monnum. Nú leggjst teir at aðra ferðina og stríðast, og nú er orrustan mikið stríðari enn fyrr. (75) Sigmundur var fremstur av sínum monnum á sínum skipi, og høggur bæði hart og títt. Tórur, skyldmaður hansara, gongur væl fram; teir stríða nú leingi, so ongin kundi ætla, hvørjir drúgvari fóru at vera. Tá rópti Sigmundur til sína menn: "Vær vinnum onki á teimum, um var maktum teir av, uttan var roynum os meiri. Nú vil eg ráða til uppgongu á drekan, og fylgið mær nú mannliga." Sigmundur kemur nú upp á drekan við tólv mans, og drepur ein mann, og stutt eftir annan, og teir fylgja honum væl eftir. Tórir kemur eisini upp á drekan sjálvur fimti, nú hopar alt undan teimum. Og tá ið Randver sær hetta, leypur hann fram, og ímóti Sigmundi, (76) og møtast teir, og stríðast avlagið leingi. Nú sýnir Sigmundur listir sína, og kastar svørði sínum og flogdi tað upp í loft, og tekur svørðið við vinstru hond og skjøldin í høgru, og høggur við svørðinum til Randvers, og tekur fótin undan honum niðan fyri knæ. Randver fellur tá, Sigmundur gevur honum tá høgg á hálsin, so at høvdi feyk av. Tá skera Sigmunda menn í herróp, og eftir tað flýggja víkingarnir á trimum skipum, og Sigmundur og hansara menn rudda drekan, so at teir drepa hvørt mansbarn, ið var hará. Teir kanna nú lið sítt, og eru tríati mans falnir hjá Sigmundi. Teir leggja nu skipini í legu, og binda um sár síni og hvíla seg har nakrar (77) nætur. Nú tekur Sigmundur drekan til sínsara, og tað annað skipið, ið har var eftir. Teir taka eina mongd av góðsi báði av vápnum og øðrum gripum, sigla nú burtur haðani, og til Danmarkar, og so norður til Víkina, og finna Eirik jall, hann fagnar Sigmundi væl, og býður honum at vera hjá sær. Sigmundur takkar jallinum fyri boðið, men segði seg fyrst munna fara norður til Hákun jals, men lat har eftir tvey av skipunum sínum í varveiðslu jalsins, tí teir høvdu ov lítla skipan. Nu koma teir til Hákun jals, og fagnar hann væl Sigmundi og hansara skipsmonnum, og Sigmundur er hjá jallinum um veturin og gerst reystur maður. Men á (78) jólum um veturin var Sigmundur gjørdur til hovmann Hákun jals og Tórur við honum, og sótu nú kvirrir í góðum fagnaði. Sigmundur drap Bjørn 19. Um hetta mundi ráddi yvir Svøríki Eirikur kongur hin sigurssæli, Bjarnasonur, Eirikssonur, Eivindarsonur; hann var ríkur kongur. Ein veturin høvdu tólv norskir keypmenn givið seg eystur um Kjølin til Svøríkis, og tá ið teir komu inn í Sviaríki, hildu teir keypstað við Landsbygdafólkið, og komu til ósama í keypslagnum, so at ein norðmaður drap ein svenskan mann. Og tá ið Eirikur kongur spyr hetta, sendir hann hagar gestir sínar, og letur drepa (79) hesa tólv mans. Og nú um várið spyr Hákun jall, hvørt Sigmundur ætlaði at halda um summarið. Sigmundur svaraði, at tað skuldi vera sum honum sýntist. Hákun jall mælti: "Tað vildi eg, at tú hevði farið nakað nær ríki sviakongs, og munar svenskunum tað aftur, at teir drupu tólv av monnum mínum í vetur stutt síðan, og harfyri er ikki komin nøkur hevnd." Sigmundur segði hann skuldi so gera, um tað kom at bera til. Hákun jall fær nú Sigmundi útvalalið av hovmonnum sínum, og sum sjófólk, nú vóru allir fúsir at fara við Sigmundi. Teir halda nú eystur til Víkur, og finna Eirik jall, og hann fær Sigmundi eitt annað vakurt lið, og hevur Sigmundur nú (80) væl trý hundrað mans, og fimm skip væl skipaði. Teir sigla nú haðani suður til Danmarkar, og so eystur fyri Svøríki. Teir halda nú við skipum sínum at landi eystantil á Svørkíki. Sigmundur sigur tá við sína menn: "Her munnum vær gera uppgongu, og skulum fara hermansliga." Teir ganga nú upp í landið, og koma í bygdina við trý hundrað mans, og drepa fólkið, men røva góðsið og seta eld á garðana; alt landsbygdafólkið rímur nú burtur í haga og skógar, tey sum undan komust. Ikki langt haðani í teir róku hesi undan sær sum fluttu, ráddi sýslumaður Eiriks kong, sum æt Bjørn, fyri landinum; hann sankar fólk saman til síns, tá ið hann frættir hernaðin (81), og ein mannamúgva kom til hansara, og teir náddu millum hinar og skipini, og ein dagin síggja teir landsbygdaherin. Tá snakka Sigmunds menn um, hvat nu er til ráða at taka. "Mong eru enn góð til," segði Sigmundur, "og oftari sigra teir ikki, ið eru fleiri, dersum raskir menn eru ímóti. Nú skulum var taka tað ráð, at skikka fólkið saman,og seta tað í svínafylking (trýhornut); vit báðir skyldmenninir, eg og Tórur skulu vera fremstir, og so tríggir og so fimm, men teir ið bera skjøld skulu vera uttastir á ørmunum báðumegin, og haldi eg tað vera osara frægasta ráð, at vær skulum leypa mitt í fylking teirra, og vita um vær ikki (82) náum so ígjøgnum, tí svenskarnir plaga ikki at vera so fast samanhildnir á vølli". Hetta gera teir og renna mitt í fylkingin hjá svenskunum, og bróta so ígjøgnum; nú verður ein stór orrusta, og mangur maður fellur hjá svenskunum; Sigmundur gongur nú væl fram, og høggur nú á tvørar hendur, og kemur at merkismanni Bjarnars, og høggur honum banahøgg. Tá eggjar hann menn sína, at teir skildu bróta skjøldborgina, sum var skotin saman um Bjørn, og so gera teir. Sigmundur kemur sær nú móti Bjørni, og nú ber teimum báðum saman, og Sigmundur vinnur hann skjótt, og verður banamaður hansara. Nú skera víkingarnir í sigurróp, og tá flýggja allir landsbygdamenninir (83). Sigmundur sigur, at teir skildu ikki elta teir, ið fluttu undan, og helt at teir vóru ov fáir til tess í ókunnigum landi. Teir gera nú so, og taka har ein hóp av góðsi, og fóru við tí til skip síni; nu sigla teir burtur frá tí svenska landi, og eystur til Hólmgarðs, og herja har á oyggjum og útnesum. Tveir brøður eru nevndir í ríki sviakongs, annar æt Vandil og annar Adil; teir voru landaverjumenn hjá sviakongi, og høvdu aldri minni enn átta skip og tveir drekar. Sviakongurin spyr nú hesi tíðindi, at hernaður varð gjørdur á land hansara, hann sendur nú brøðurunum orð, og biður teir taka Sigmund av lívi og fólk hansara. Teir játtaðu tí. Men um heysti siglir Sigmundur eystanaftur, og koma (84) teir undir eina oyggj, sum liggur uttanfyri Svøríki. Tá sigur Sigmundur til sína menn: "Vær erum nú ikki komnir til vinfólk, har ið teir svensku eru; nú skulum vær vera varir um oss, og skal eg fara upp á oynna, og síggja meg um; hann ger nú so, og sær at hinumegin oynna liggja tíggju skip, tvey drekaskip og átta onnur. Sigmundur segði nú við sína menn, at teir skulu vera skjótir at búgva seg til, og bera alt góðsið av skipunum, men grót ístaðin, og gera teir seg nú út til um náttina. Slag millum Sigmund og vandil. 20. Og tíðligani morgunin eftir rógva teir móti teim tíggju skipum, og við tað sama rópa formenninir til teirra, (85) hvør ið ráddi fyri skipunum. Sigmundur segði hvør hann var, og tá ið teir vita, hvørjir hesir menn eru, tá var ikki neyðugt at spyrja um sakir; teir bróta nú upp vápn síni og halda slag; og ikki hava Sigmundur og hansara menn verið so komnir, at teir høvdu verið í slíkari roynd. Vandil leggur nú dreka sín móti dreka Sigmunds, har varð hart mótitak. Og tá ið teir høvdu sligist eina stund, mælti Sigmundur við sína menn: "En er sum fyrr, at vær munum ikki sigur fáa, uttan vær ganga nærri at; nú vil eg leypa upp á drekan, og fylgið tær mær væl!" og nú leypur Sigmundur á drekan, og ein heil mongd fylgir honum; hann verður (86) nú skjótt ein mans bani og síðani annans; nú hopar alt liðið undan teimum. Vandil søkir nú ímóti Sigmundi, og teir skifta nú høggum aldeilis leingi. Sigmundur hevur nú hitt sama bragd sum fyrr, skiftir um vápnini í hondum á sær,og høggur við vinstru hond til Vandils, og høgru hondina av honum, so svørðið dettur niður, sum hann hevði stríðst við. Sigmundur ger tá skjótt av við honum, og drepur hann. Tá skera Sigmunds menn í sigursróp. Adil mælti tá: "Nú man vera umskift, og man Vandil vera dripin, rímið nú undan", og hvør má nú síggja til sín sjálvs. Nú flýggja teir við Adili á fimm skipum, men fýra eru eftir, (87) og drekin tað fimta, og teir drepa hvørt mansbarn, ið eftir var; men Sigmundur hevði drekan við sær og hini skipini. Teir fara nú til at teir koma í ríki danakongs, og tykjast nú hirðir og hildnir; hvíla seg nú og binda sár síni til. Og tá ið teir eru væl førir at fara, sigla teir til at teir koma í Víkina, og finna Eirik jall, og var har væl tikið móti teimum; teir dvøljast har eina korta tíð, og fara so norður til Tróndheims, og koma á fund Hákun jals; hann fagnar væl Sigmundi og hansara monnum, og takkar honum fyri hesi verk, sum hann hevði vunnið honum um summarið; báðir skyldmenninir, Sigmundur og Tórur, eru nú hjá jallinum um veturin, og naka sveiggj [norr. sveit] við teimum, men lið (88) [t]eirra fekk innivist aðrastaðni; nú skortar teim ikki figgja. Útstandur Sigmunds og Haralds 21.. Men tá fór at vára, frittar Hákun jall Sigmund, hvørt hann ætlaði sær at herja um summarið. Sigmundur segði tað skildi vera, eftirsum honum sýntist. "Ikki man eg eggja tær at fara at glettast við teir svensku (segði jallurin), men nú vil eg, at tú fert vestur yvir hav í nándina við Orkunoyggjarnar. Har vænti eg ein mann at vera, sum eitur Haraldur jarnheysur; hann er gjørdur útlagin av mær, og er mín stórsti óvinur, og hann hevur gjørt mikið óstýr í Norra; hann er ellars eitt roysmenni; (89) hann vildi eg, at tú hevði fingið dripið, um tú kundu komið tað í lag." Sigmundur segði seg vilja finna hann, um hann frætti nakað til hansara. Nú siglir Sigmundur frá Norðríki við átta skipum, og Tórur stýrir nú drekanum Vandilsnót, men Sigmundur Randversnót. Teir sigla nú vestur yvir hav, og verður teimum lítið til fongar um summarið. Og seint á sumamri koma teir við øllum skipum sínum undir Øngulsey, hon liggur í Einglandshavi. Har síggja teir tíggju skip liggja fyri sær og har ímllum var eitt stórt drekaskip. Sigmundur var skjótt vissur um tað, at fyri hesum skipi ráddi Haraldur jarnheysur. Teir mæla til at halda slag saman morguni eftir. Náttin líður nú av, og (90) um morgunin í sólarrenning bróta teir upp vápn síni, og stríða allan tann dagin inn í náttina, myrkrið skilir nú at, og teir mæla til stríð millum síns morgunin eftir. Og annan morgunin rópar Haraldur á skip Sigmunds, og spurdi um hann vildi halda slag enn. Hann segðist ikki annað ætla sær. "Tað man eg nú mæla til," sigur hann, "sum eg havi ikki mælt fyrr, at eg vildi vit gjørdust stálbrøður, og stríðast ikki longur." Menn teirra báðar løgdu seg nú har uppí, og hildu tað var væl neyðugt, at teir komu til sams, og vóru allir sum ein, og fáir mundu tá standa seg móti teimum. Sigmundur segi, at eitt agg var enn í vegin, at teir ikki kundu koma til sams. (91) "Hvat er tað?" sigur Haraldur. Sigmundur svarar: "Hákun jall sendi meg eftir høvdi tínum." "Mær var ills í vón frá honum," sigur Haraldur, "og olíkir menn eru tit, tí at tú ert ein av frægastu monnum, og Hákun ein av teim verstu." "Ikki tykist okkum líka um hetta báðum", sigur Sigmundur. Menn teirra løgdu seg nú har ímillum at koma teimum til sams, og so bleiv, at teir forlíktust, og leggja allan herfongin saman, og herja nú víða um summarið, og fátt kann standa móti teim. Men tá ið leið út á heystið, segði Sigmundur, at hann vil halda til Noregs. Haraldur svarar: "So fara vit báðir." "Ikki skulu vit tað", sigur Sigmundur. "Eg vil nú tað, at vit (92) farin til Noregs, so havi eg tó gjørt nakað av tí, sum eg heitti Hákun jalli, dersum eg havi teg við mær til hansara". "Hví skal eg fara á fund við tann stórsta óvin míns?" (segði Haraldur). "Lat meg ráða fyri tí," sigur Sigmundur. "Báði er tað," sigur Haraldur, "at eg trúgvi tær væl, og at tað tó er tær vænt um, og nú skalt tú ráða fyri hesum." Nú sigla teir síðani norður til Norra, og koma at í Hørdalandi. Har var teimum sagt, at Hákun jall var á Norðmýri, og var í Bergund; teir halda nú hagar, og leggja skipni í Steinsvág. Tá fer Sigmundur inn til Bergundar við tólv mans á eini róðrarskútu, og vil finna Hákun jall fyrst, men Haraldur liggur meðan í Steinsvág. (93) Nú kemur Sigmundur at finna Hákun jall, sum hann situr við drykkjuborðið. Sigmundur gongur líka inn fyri jallin, og heilsar honum væl. Jallurin tók blídliga móti honum, og spyr hann tíðindi, og biður seta stól undir hann, og so varð gjørt. Teir snakka nú eina stund, og Sigmundur sigur honum frá ferðum sínum; men ikki gitir hann fyri honum, at hann hevði funnið Jarnheys. Men tá ið Hákun tykir, at hann toyggir á frásøgnina, tá spyr jallurin, hvørt hann hevði funnið Harald. Vist var tað, segði Sigmundur, og fortaldi honum nú hvussu til var gingist, og at teir vóru komnir til sátts. Jallurin tagnar tá, og rodnaði í andliti, og tá ið ein stund var umliðin, segði (94) hann: "Oftari hevur tú, Sigmundur! betri røkta ørindi mítt enn nú". "Higar er nú maðurin komin, harri!, í tygara vald," sigur Sigmundur, "og ætli eg at tygum munu taka við sættum frá Haraldi fyri mína bøn, so at hann fær grið og lív og limir, og lov at vera við frið her í landi". "Ikki man so fara at vera," segði jallurin, "eg skal lata drepa hann við tað sama, eg náði honum." "Eg vil geva tínum hond mína fyri hann, harri mín!, segði Sigmundur, "og so miklar peningar sum tygum mest vilja leggja á." "Onga sætt mann hann fáa av mær," segði jallurin. Sigmundur svarar: "Til lítið og onki gott havi eg tær tænað, at eg skal ikki náa grið og sæt fyri ein mann, nú skal eg fara burtur úr hesum landi og tæna tær ikki longur, og tað mundi eg vilja, at tygum fáa nakað at gera, áðrenn hann verður dripin". Sigmundur springur nú upp, og gongur út úr stovuni, og jallurin situr eftir og tegir, og ongin torir at biða fyri Sigmundi. Tá tekur jallurin til orða: "Reiður var Sigmundur nú," segði hann, "og skaði er tað fyri ríki mítt, um hann fer burtur hiðani, og ikki man tað vera álvara hansara." "Víst man tað vera honum álvara," søgdu menn hansara. "Farið mær eftir honum meðni", segði jallurin, "og skulla vit so koma til sams um hetta, sum hann hevur bjóða." Nú ganga jalsmenn til Sigmunds, og siga honum hetta, og nú gongur (96) Sigmundur til jalsins, og jallurin heilsar honum nú fyrst, og segði, at teir skuldu koma ti sams í hesum so, sum hann hevði boðið sær fyrr, "tí eg vil ikki lata teg frá mær." Sigmundur tók tá grið og sat soleiðis frá Hákun jalli fyri Harald, og fer Sigmundur nú at finna Harald, og sigur honum nú, hvussu til var gingið, og at forlík nú var sluttað. Haraldur helt, at hann kundi ikki trúgva honum, uttan ilt, men tó fóru teir at finna jallin, og gjørdi nú fullkomið forlík. Eftir tað fór Haraldur norður til Hálogalands, men Sigmundur var hjá jallinum um veturin í miklum kærleika, og Tórur frændi hansara eisini, og eitt heilt sveiggj av monnum var við honum. Sigmundur (97) heldur menn sína væl bæði við klæðum og vápnum. Frá oyggjarskeggunum og Sigmundi 22. Nú er at siga frá føroyingum, at Øssar Havgrímsson vaks upp hjá Trónda í Gøtu, til at hann var fullvaksin maður, og er reystur maður at sjá og prúður. Tróndur fær honum til giftu har í oyggjunum ta bestu bóndadóttur, og tá segði Tróndur, at teir skuldu skifta oyggjarnar í helminga millum síns báði til valds og stjórna, og Øssar skuldi hava tann heldmingin, ið faðir hansara hevði átt, men Tróndur tann helmingin, ið báðir brøðurnir Brestar og Beini høvdu átt. Tróndur segði eisini við Øssar, at honum tyktist tað líkligast, at hann tók alt tað (98) góðs, báði óðal og leysoyra, sum teir brøðurnir høvdu átt, og hevði tað í bøtur fyri faðir sín; og so fór nú alt at vera, Tróndur gav sítt ráð til. Øssar átti nú tvey búgv ella trý, eitt í Hovi á faðirarvi sínum í Suðuroy, annað í Skúvoy, triðja í Dímun á faðirarv teirra Sigmund og Tóra. Føroyingarnir høvdu frætt frá Sigmundi, at hann var ein viðgitin maður, og høddu tí miklan umbúnað. Øssar lat gera skansa um garðin í Skúvoy, og var har longst um. Skúvoy er so vorðin, at hon er høg , at hon er ógviliga góð at verja, har er ikki meir enn ein uppgonga, og so sigist, at ongin kann søkja oynna, dersum tjúgu ella tretivu kalar verja hana, og (99) tá koma aldri so mangir ímóti, at hon verður vunnin. Øssar hevði tjúgu mans við sær, tá ið hann fór millum garða sína, men heima hjá honum vóru altíð tretivu mans við verkmonnunum; ongin maður var so ríkur í Føroyum, tá ið Tróndur var frá. Tað nógva silvur, ið Tróndur fekk á Haloyri, kom ongatíð at botni, og hann var tann mest múgvandi av øllum, og stýrdi nú eina øllum í Føroyum, tí at Øssar og hann vóru ikki báðir líka sleiskir. Frá Hákun jalli og Sigmundi 23. Nú er tað at siga frá Sigmundi, at hann talaði við Hákun jall, at hann vil nú halda upp við hesum hernaðum, og heldur leita (100) út til Føroya, og segði seg ikki longur vilja hoyra, at hann hevndi ikki longur faðir sín, og tað vera sær brigslað, hann biður nú jallin geva sær styrk til tess, og leggja sær ráð til, hvussu hann skal hátta sær til tað. Hákun svarar og sigur, at havið er illa farandi til oyggjarnar og brimið nógv, og hagar man ikki farast við langskipum, og skal eg lata gera tvær knørrur og fáa tær slíka menn á tær, so at okkum skal tykjast tær væl skipaðar. Sigmundur takkar honum fyri valgjørning sína; nú verður búgvað til ferðina um veturin, og hesi skip gjørt liðug um várið, og mannskap tilfingið. Haraldur (101) kom til hansara um várið og reiðist til ferðar við honum, og tá ið hann er næstum ferðabúgvin, tá mælti Hákun jall: "Honum fer maður at fylgja á leið, sum hann vil aftur skal koma". Jallurin gekk nú út við Sigmundi. Tá sigur Hákun við hann: "Hvat svarar tú til tess: hvønn manst tú trúgva uppá?" Sigmundur svarar: "Eg trúgvi upp á mátt mín og megi." Jallurin svarar: "Ikki má tað so vera," sigur hann, "tú verður eisini at leita tær troyst har, ið eg havi alla mína trúgv til nú, sum er hjá Torgerdu Hørdabrúður við skulla nú fara at finna hana (102) og leita tær haðani lukku. " Sigmundur bað hann nú gera sum honum sýntist; og nú ganga teir inn í skógin á eina breyt, og á ein smalan loynustíggj í skógnum, og nú er ein bar fløta fyri teimum, har stendur eitt hús, og ein grind ella garður um tað av skíðuviði; hetta hús var ógviliga vakurt, og gull og silvur var rent í hvønn skúrð, sum var útskorin. Teir báðir Hákun og Sigmundur ganga nú inn í húsið, og nakrir fáir menn við teimum. Har var mongd av gudum. So nógvir glasgluggar vóru á húsinum, at ongastaðnis bar skuggi á. Ein kona var har innari í húsinum ábeint á teir, og hon var avlagið væl útprýdd. Jallurin kastaði seg (103) niður fyri føturnar á henni, og lá leingi; og síðan stendur hann upp, og sigur við Sigmund, at teir skuldu føra henni nakað til offurs, og leggja tað silvurið á stólin fyri hana: "Og tað skullu vit hava til merki", sigur Hákun, "um hon vil tað tyggja, at eg vildi, at hon læt tann ringin leysan, sum hon hevur á hondini á sær; og eigur tú, Sigmundur! at taka tína lukku við tí ringi." Nú tekur jallurin eftir ringinum, og tykir Sigmundi, at hon boyggir nevan at, so jallurin náddi ikki ringinum. Jallurin kastar seg aðra ferðina niður fyri hana, og tað sær nú Sigmundur, at tár stóðu í eygum (104) á jallinum, hann stendur upp eftir tað og trívur eftir ringinum, og tá er hann leysur, og nú fær jallurin Sigmudni ringin, og segði so við hann, at henda ring skildi Sigmundur aldri lata burtur, og tað lovaði hann honum. Teir skildjast nú soleiðis, og Sigmundur fer til skip síni, og so er sagt frá, at fimti mans vóru á hvørjum skipinum. Teir halda í havið, og fingu góðan byr, til at teir fingu at síggja fugl út undan oyggjunum, og bæði skipini fyldgust at. Haraldur jarnheysur var á skipinum við Sigmundi, men Tórur stýrdi øðrum skipinum. Nú kom ein stormur beint ímóti teimum, og tá skilldust skipini, og dríva nú undan so (105) langt burtur; at nøkur dagrúm eru umliðin tá. Sigmundur hitti Trónda. 24. Nú er at siga frá Sigmundi og hansara monnum, at byrur kom teimum eftir vild, og sigla teir nú inn á oyggjarnar, og síggja tá, at teir eru komnir eystantil á oyggjarnar, og menn eru við Sigmundi, sum kenna landaleiðina, og eru teir nú komnir upp undir Eysturoy. Sigmundur segði, at tað mundi hann helst kjósa sær, at fáa vald á Trónda; og tá ið teir bera inn á oynna, kemur beint ímóti teimum bæði vindur og veður, so at tað er ikki møguligat at teir náddu at oynni, men fáa tó tikið Svínoy fatt, tí at (106) menninir vóru kendir og lítagóðir, teir koma har í dimmalætting, og leypa við tað sama niðan til garðs fjøruti mans, men tíggju ansa skipunum. Teir taka garðin, og bróta inn, taka Bjarna bónda úr koyggju síni, og leiga hann út. Bjarni spyr, hvør ið var høvuðsmaður fyri ferðini. Sigmundur nevndi seg. "Tá manst tú væl vera grummur á teir, sum sýndu tær ikki annað enn ilt ta ferðina, ið faðir tín var dripin; og ikki man eg dylja fyri tær, at eg var har við, ella minnst tú ikki nakað til, hvat ið eg segði at gerast skildi við teg, tá ið tað var borið upp á mál, at tit, tú og skyldmaður tín Tórur, skuldu vera dripnir; men eg segi so, at tykkum skildi (107) ongin drepa heldur enn meg sjálvan." "Víst minnist eg tað", segði Sigmundur. "Nær skal mær tað afturlønast!" segði Bjarni. "Nú," segði Sigmundur; "tú skalt hava grið, men fyri øllum øðrum vil eg ráða sjálvur." "Tú skalt fara við osum," segði Sigmundur, "til Eysturoyar." "Hagar kemur tú ikki heldur enn upp til Himmals við hesum veðurlagi," segði Bjarni. "Tá skalt tú fara til Skúvoyar, dersum Øssar er heima," (sigur Sigmundur). "Tú skalt ráða fyri tí," sigur Bjarni, "og har ætli eg Øssar man vera." Náttina eftir fara teir til (108) Skúvoyar, og koma hagar til oynna eisini í dimmalætting; tað bar til í so lagligari tíð hjá Sigmundi, at ongir menn vóru úti og vardu stígin í Skúgvi. Teir ganga tá upp og fimti mans við teimum, sum Bjarni fekk teimum við sær. Teir koma at skansanum, og tá eru Øssar og hansara menn komnir upp á skansan, og spyr Øssar, hvat tað eru fyri menn, ið hagar eru komnir. Sigmundur segði hvør ið var. "Tú mans tykjast at eiga ørindi higar til vár," segði Øssar; "vil eg bjóða tær forlík, so at teir bestu menn í Føroyum døma um sak okkara." "Ikki man nakað fara at vera av forlíki okkara," segði Sigmundur, "uttan tú gevur mær ráði einsumallum." (109). Ikki vil eg gera forlík við tey kor," segði Øssar, "at geva tær sjálvdømi; tí ikki veit eg tann mannamun at vera ímillum okkum, ella tann mun á okkara viðurskiftum, at eg havi tað neyðugt." Sigmundur svarar og segði við sína menn, at teir skulu geva seg ímóti skansanum hjá hesum gabbrara; meg eg fari at hugsa mær um, hvat ið eg skal taka mær fyri." Haraldur jarnheysur var strangur í eftirgonguni, og helt móti øllum forlíki. Øssar hevði tríati mans á skansanum, og tað var ringt at taka skansan. Øssar átti son, sum æt Leivur, og var tá ungt barn. Nú søkja menn Sigmunds at skansanum, og hinir verja. Sigmundur gongur nú fram (110) við skansanum og hyggur at; hann var so herklæddur, at hann hevði hjálm á høvdi, og var gyrdur við svørði, í hondini hevði hann eina øksi silvurrenda og snøgghyrnta, og eitt makaleyst vápn, og var vavd um skaftið; hann var í reyðum kyrtli og einum lættum brynjustakki uttan yvir; og allir høvdu tað á orði, bæði vinir og óvinir, at slíkur maður var ikki komin til Føroyar, sum hann var. Sigmundur verður nú varur við, at í einum stað var skansaveggurin lopin, og at har var nakað eyðvaldari enn aðrastaðni. Sigmundur hopar nú aftur frá skansanum, og ger sær so renningarlop, og rennur (111) langt uppí, at hann fær krøkt øksina upp á skansaveggin, og tá lasti hann seg skjótt upp eftir øksaskaftinum, og so slapp hann upp á skansan. Ein maður kom tá straks ímóti honum, og høggur til hansara við svørði sínum; Sigmundur bar høggið frá sær við øksini, og leggur til hansara við øksahinnuni, so at øksin sakk inn í flatbrósti á honum, og var hann so skjótt deyður. Við tað sama sær Øssar hetta, og leypur ímóti Sigmundi og høggur til hansara, men Sigmundur loysti enn høggið av sær, og høggur til Øssar við øksini, og tekur høgru hond av honum, so svørðið dettur niður; tá høggur Sigmundur aðra ferðina til Øssars beint í bringuna, so at øksin fór inn ígjøgnum, og tá (113) fell Øssar. Nú renna fleiri menn ímóti Sigmundi, men hann sprakk øvutur útav skansavegginum, og kemur standandi niður. Nú storma teir um Øssar, til at hann er deyður. Nú sigur Sigmundur teim monnum, ið eftir vóru í skansanum, at teimum eru tveir kostir fyri hondum, antin at hann vil sýta teimum mat í skansanum, ella seta eld á, ella teir vilja ganga til forlík, og lata han ráða fyri øllum. Teir fáa honum nú sjálvdømi, og gevast upp. Tað er at siga frá Tóri, at hann hevði hildið til Suðuroyar, og kemur nú saman aftur við Sigmundi, tá ið hesar umskiftingar høvdu longu verið. Nú ganga boð millum teirra Sigmund og Trónda til semjingar, og varð avgjørt um grið og stevnt (113) til møtis millum teirra í Tórshavn, har sum tingstað føroyinga er í Streymoy. Hagar koma nú báðir Sigmundur og Tróndur, og ein stór mannamúgva, og er Tróndur avlagið kátur; nú verður talað um forlíkið Tróndur segði: "Víst var tað ósámuligt at vera við í teirri ferð, tá ið faðir tín varð dripin, Sigmundur skyldmaður! eg vil nú unna tær øll tey kor, sum tú hevur mesta sømd av, og sum tær man hugna best; eg vil tað, at tú ger altsamalt av okkara millum sjálvur." "Tað vil eg ikki," segði Sigmundur; "eg vil, at Hákun jall ger alt av millum okkum, ella verður onki av, at vit koma til sams, og tað (114) haldi eg líkligari; men vit skulu báðir fara at finna Hákun jall, dersum vit skulu forlíkast." "Til tess eri eg fúsastur, skyldmaður!", segði Tróndur, "at tú dømir sjálvur, men tað vil eg skilja mær, at eg havi landavist mína, og tað at ráða yvir, ið eg nú havi." "Onki verður av nøkrum forlíki," segði Sigmundur, "uttan so, sum eg bjóði." Og tá ið Tróndur sá, at annars mundi ganga harðari, tá forlíkast teir so á hesum sinni, at báðir skulu fara til Norra á sumri. Annað skipið fer aftur til Norra um heystið, og nógvir við tí av teimum monnum, sum høvdu fylgt Sigmundi harút. Sigmundur er nú í Skúgvi (115) um veturin, og Tórur frændi hansara hjá honum, og Haraldur jarnheysur, og ein mannamond við teimum.Sigmundur slær nú stórt uppá, og hevði alt væl tilflíggja í búðnum hjá sær. Nú leið [lej] veturin, og Sigmundur ger skip sítt til. Tróndur ger eitt farmaskip til, ið hann átti. Hvør veit nú av øðrum. Sigmundur siglir nú, tá ið hann er liðugur. Í ferðini við honum á skipinum vóru Tórur og Haraldur jarnheysur og fram ímóti tjúgu mans. Teir fáa land í Norra á Sunnmýri, frætta frá Hákun jalli, og finna hann brádliga. Hákun jall fagnar Sigmundi væl og hansara stálbrøðrum. Sigmundur sigur honum frá, (116) hvussu hann hevði gjørt av við Trónda. Jallurin svarar: "Ikki hava tit verið líka snetigir, tú og Tróndur; tykir mær tað ógvist, at hann kemur ikki snart at finna meg." Nú líður summarið, og Tróndur kemur ikki. Tá koma skip úr Føroyum, og søgdu, at Tróndur var drivin aftur, og skip hansara so løstað [lesta], at tað ikki var ført at fara við. Avger Hákun jals millum Sigmund og Trónda 25. Nú sigur Sigmundur við jallin, at hann vil, hann skal slutta avgerðina millum sín og Trónda, tó at hann er ikki komin. Jallurin segði, at so skuldi ske. "Eg leggi tvinni mansgjøld fyri (117) hvønn av brøðurunum, tað triðju fyri deyðaráðið móti tykkum, at Tróndur vildi, at tit vóru dripnir, tá ið hann hevði latið dripið pápar tykkara; tann fjórða mannabótin skal koma fyri tað, at Tróndur seldi tykkum sum trælar; afturat tí fjórðingi, sum tú átti at ráða yvir í Føroyum, skal leggjast so mikið, sum skal takast frá parti Trónda og arvi Øssars, at tín ogn skal nú vera helmingurin av oyggjunum, og annar helmingurin skal falla undir meg, fyri tað at Havgrímur og Tróndur drupu hovmenn mína Bresta og Beina. Havgrím skal ikki gjaldast fyri, tí hann vá Brestar, og gjørdi seg inn á sakleysa menn. Øssar (118) skal ikki vera bót fyri, tí hann gjørdi tann ójavnað, at hann tók ogn tína undir seg, og varð dripin á henni, men tú skalt skifta bøturnar millum teg og skyldmann tín Tóra, sum tær líkar. Tróndur fer at hava landavist sína, dersum hann heldur hetta forlík. Allar hesar oyggjarnar skalt tú hava í len av mær, og gjalda mær skattar av mínum pørtum," sigur jallurin. Sigmundur takkaði jallinum fyri hesa avgerð, og var hjá honum um veturin. Várið eftir fer hann út til Føroyar, og Tórur frændi hansara við honum, men Haraldur jarnheys var tá eftir. Sigmundur hevði góða føru, og kemur til Føroya, og stevnir (119) Trónda til tings í Tórshavn í Streymoy. Tróndur kemur hagar, og ein hópur av fólki. Sigmundur segi, at Tróndur helt enn lítið av tí, ið lovað var, og sigur nú fram avgerð jallins, og biður hann nú gera annahvørt, halda forlíkið, ella bróta tað. Tróndur biður Sigmund gera av sjálvan, og segði seg tað helst vilja, at hann bleiv ein tann mætasti maður av tí (tá ið hann legði á sjálvur). Sigmundur segði, hann batti nu onki at vilja kvika sær undan hesum, og bað hann skjótt gera annað, játta ella nokta, og segði seg ikki seinni kjósa tað, at teir vóru ikki forlíktir. Tróndur koraði heldur at halda forlíkið (120) og bað bara geva sær nakra froyst við betalningini av peningunum, tí jallurin hevði lagt á, at hesir peningar skildi vera betaltir innan áramótið. Men fyri mangan mans bøn lat Sigmundur tað so ganga, at hesir peningar skildi gjaldast á trimum árum. Tróndur segi, at honum fall avlagið væl við tað, at Sigmundur frændi hansara skuldi nú hava høvdingadømi líka so leingi, sum hann hevði havt tað áður, og at tað nú var javnt um sum gekk. Sigmundur segði, at hann hevði ikki neyðugt at fara við slíkum gyklingum, og segði hann tók sær einki av tí. Teir skiljast nú so, at allir vóru forlíktir. Tróndur beyð nú Leivi Øsarsoni til fostirs (121) heim til Gøtu, og har vaks hann upp. Sigmundur gjørdi skip sítt til um summarið at fara til Norra, og tá gjaldur Tróndur ein triðing av peningunum, og stankaði tó nógv við tað. Sigmundur heintaði saman skattana til Hákun jall, áðrenn hann sigldi av Førjum. Sigmundur fekk góða føru, og heldur inn í Norra við skipi sínum, og fer straks at finna Hákun jall, og førir honum skatta sína. Jallurin fagnar væl Sigmundi og Tóra, báðum skyldmonnunum, og øllum fylgisneytum teirra. Nú eru teir hjá jalli um veturin. Frá Sigmundi Brestirsoni. 26. Summarið eftir sum Sigmundur hevði gjørst hovmaður(122) hjá Hákun jalli veturin fyrri á jólum, fór hann við jallinum inn til Frostatings, og tá flutti Sigmundur tað fram, sum Torkil verfaðir hansara hevði biðið hann um, at Hákun jall skuldi gera hann sikran, og geva honum landavist sína og frælsu, og Hákun jall játtaði Sigmundi tað skjótt. Jallurin lat tá senda boð eftir Torkili og hansara liði, og tann veturin var Torkil hjá Hákun jalli, og kona hansara, og Turid dóttir teirra. Hon hevði føtt gentubarn tað sama summari sum teir báðir, Sigmundur og Tórur, vóru farnir haðani, og gentan æt Tóra. Várið efir fekk Hákun jall Torkil turrafrost eitt sýssil úti í Økradali, (123) og har setti Torkil sær búð upp, og var har altíðverandi, hartil í nú er komið í søguni. Nú ríður Sigmundur út í Økradal, og finnur Torkil, og varð væl tikið móti honum. Og nú ber Torkil upp bønarorð sítt, og biður um Turidu. Torkil tekur væl við hesum, og tykir sær dóttur síni og øllum teim var unnað bæði sømd og virðing við hesum. Sigmundur drekkur nú brúdleyp sítt á klaðum(?) [kläjun ~ Hlöðum] hjá Hákun jalli, og jallurin læt ta veitslu standa í sjey nætur. Torkil gjørdist tá hovmaður hjá Hákun jalli, og hansara kærasti vinur. Tey fara nú heim eftir hetta, men Sigmundur var eftir hjá jallinum, og kona hansara, til at hann fer aftur (124) til Føroyar um heystið og Turid kona hansara við honum, og Tóra dóttir hansara. Nú er hvirt í Føroyum um veturin. Um várið fara fólk til tings í Streymoy; hagar kemur ein stór fólkamongd, Sigmundur og øll sveiggj hansara við honum. Trøndur kemur har við, og Sigmundur heintar peningar sínar frá Trónda, annan triðingin, men segi seg tó eiga at fáa alt, uttan hann gjørdi tað fyri mangans bøn. Tróndur svarar: "So er komið at vera, skyldmaður mín!", segði hann, "at tann, ið Leivur eitur, og er sonur Øssar, honum beyð eg heim við mær, tá ið vit vórum forlíktir. Nú vil eg biðja teg, frændi!" (125) segði Tróndur, "at tú unnar Leivi nakrar sømdir eftir faðir sín Øssar, sum tú drapst, og kundu tað borið til, at eg gjaldi honum teir peningar, sum tú eigur hjá mær." "Tað geri eg ikki," segði Sigmundur, "og tú skalt betala mær peningar mína". "Hetta man tó sýnast tær sjálvun at vera rætt", sigur Tróndur. Sigmundur svarar: ""Betal tú peningarnar! ella verður verri av." Tróndur greiddi nú helvtina av triðinginum, og segði seg tá ikki vera mentan at lata meiri út. Sigmundur gekk tá tað at Trónda, og hevði tað silvurstoyttu øksina í hondini, sum hann vá Øssar við; hann setta øksahinduna fyri brósti á Trónda, og segði seg munna trýsta so til, (126) at hann kendi tað dygt, hviss hann ikki straks betalti allar pengarnar. Tróndur segði tá: "Vanlukkumaður ert tú!" og bað ein mann sín ganga inn í búðina eftir einum pungi, ið lá har, og vita, hvørt nakað var eftir av silvuri. Han fór, og rætti pungin til Sigmunds, og tá varð silvurið vegið, og stóð á endanum, javnt við tað, ið Sigmundur átti; teir skiljast nú soleiðis. Hetta sama summar fór Sigmundur til Norra við skattum Hákun jals, og verður har væl tikið móti honum; hann dvølst nú eina korta tíð hjá jallinum, og fer so útaftur til Føroyar, og situr har um veturin. Tórur frændi hansara var samt og javnt hjá honum. Sigmundur (127) var vinasælur har í oyggjunum. Svínoyar-Bjarni og hann hildi væl forlík sítt, og Bjarni kom tí ofta til sams millum Sigmund og Trónda, ella mundi verri gingið. Um várið fara fólk til Streymoyarting, og hagar kemur ein stór fókamongd. Sigmundur heintar nú peningar sínar frá Trónda, men Tróndur krevur faðirbót Leivi Øssarsoni til handar, og mangur maður legði nú orð í, at teir skuldu væl semjast um tað. Sigmundur svarar: "Ikki betalur Tróndur Leivi peningarnar heldur enn mær; men fyri góða mens orð, skulu hesir peningar standa, men ikki gevi eg teir eftir, og (128) ikki gjaldi eg teir í bøtur við slíkum skili; nú skiljast teir við hetta, og fara heim av tinginum. Sigmundur býðst enn at fara til Norra hetta summarið við skattum Hákun jals, men verður seinbúgvin. Hann siglir í havið, tá ið hann er liðugur. Turid, kona hansara, er eftir, men Tórur, frændi hansara, var við honum. Teimum gekk væl ferðin, og teir koma norður til Tróndheims seint um heystið; Sigmundur fór tá til Hákun jals, og hann verður har væl móttikin. Sigmundur var tá sjey ár og tjúgu, tá ið hetta skeddi, og var síðani hjá Hakun jalli. 27. (129) Tann sama veturin koma jómsvíkingar til Noregs, og hildu slag við Hákun jall og syni hansarar. Báðir skyldmenninir Sigmundur og Tórur vóru í slagnum við jøllunum Hákuni og Eiriki, og so er sagt frá, at Sigmundur gongur fyrstur av monnum upp á skeið Búa digra, tá ið hann stríddist sum harðast, og Tórur harnæstur við tríati mans; og tá teir Sigmundur og Búi náddi at skifta høggum saman, tá sá Sigmundur, at hann var ikki mentur at javnbjóða seg vil Búa í styrki og stórhøgg, tók hann tá til vápnalysir sínar, og kastaði skyldri og svørði upp í loft og skipti so um í hondunum á sær, sum hann var ofta vanur; tað (130) kundi Búi ikki við, og Sigmundur hjóv so við vinstru hond báðar hendurnar av Búa í handliðunum; eftir tað sprakk Sigmundur aftur á skip sítt, og sjey mans við honum, men allir aðrir vóru dripnir, sum høvdu gingið upp við Tóra; Búi steig tá út fyri borð, og skip hansara varð ruddað. Um várið eftir gav Hákun jall Sigmundi stórar gávur, áðrenn teir skildust. Báðir skyldmenninir sigldu tá út til Føroyar, og settust í róligheit, og Sigmundur ráddi tá eina fyri øllum har. Ólavur kongur sendi boð eftir Sigmundi 28. Nú er har til at taka, at Ólavur kongur hevði verið tveir (131) vetrar í Norðríki og kristna allan Tróndheim um veturin, tá gjørdi kongurin sendingar út til Føroyar við boðum til Sigmund Brestason, og beyð honum at koma og finna seg, og lat hann tað fylgja við boðunum, at Sigmundur skuldi njóta nógvan heiður, og vera hægsti maður í Føroyum, dersum hann vildi gerast hansara maður. Sigmundur Brestirson tók við trúnni. 29. Ólavur kongur fór norðan út Tróndheimi, tá ið leið út á summarið, og tá ið hann kom á Sunnmør, og tók har veitslur hjá einum ríkum bónda, tá kom hagar uttan frá Føroyum Sigmundur Brestason og Tórur, frændi hansara, eftir kongins orð og boð, (132) sum hann hevði sent til teirra. Tá ið Sigmundur fann kongin, tá tók kongurin avlagið blídliga móti honum, og teir komu snart til tals saman. Kongurin mælti tá: "Væl hevur tú gjørt, Sigmundur! at tú legði ikki hesa ferð niður; eg beyð tær mest tí at koma til míns, at mær er mikið fortalt um fræguleika tín og kvikligheit tína; og eg vil nú gjarna vera tín vinur fullkomiliga, dersum tú vilt líða meg at um teir lutir, sum mær tykir mest umvera. Summir hava eisini havt tað á orði, at tað kom væl at bera til, at vit hildu eitt, fyri tess skyld, at vit eru báðir komnir í orð fyri at vera ikki óreystligir, og hava fammanundan leingi tolað vás og vanlukku, (133) áðrenn vit fingu tann heiður, vit áttu at fáa, og okkum sømdi, tí at okkum hava summir lutir ikki ólíkt atborist bæði í útlagna og trældómi: tú vart eitt barn og sá uppá, at faðir tín var dripin sakleysur, og eg var í móðurslívi, tá ið faðir mín varð svikaliga dripin uttan nakra sak, bara av ilsku og ágrýtinheit skyldmenn mína. So er mær eisini sagt, at tær vóru so mikið minni bodnar farðirbøtur, at skyldmenn tínir bóðu ikki minna drepa teg enn faðir tín; og síðani vart tú seldur til træl, og eisini givið silvur afturat, fyri tað, at tú skildi vera tvongslavur og hildin í trældómi, og við tí hætti vart tú fleimdur og fluttur (134) frá tínum ognum og óðalsjarðum, og hevði ikki í langa tí nakað annað til hjálpar í einum ókynnigum landi, utta tað, ið vandaleysir menn veittu tær av miskunn eftir hansara tilskikkilsi, sum ræður øllum; og hesum ikki ólíkt, sum eg havi fortalt um teg er tað, ið mær hevur møtt, at tá ið eg varð føddur, varð sent fólk avstað, bæði til at leita og at søkja eftir mær, og staðið mær eftir lívinum av mínum egnu landsmonnum, so at móðir mín mátti fátaksliga ríma við mær frá pápa sínum og skyldfólkum og allari ogn síni; so ligu fram trý ár av mínari ævi; tínæst vóru vit bæði tikin av sjórøvarum, og tá skyldist eg við móðir mína, (135) so at eg sá hana aldri síðani; eg var tríggja ferðir seldur til træl, og var eg tað á Estlandi bara hjá ókunnigum fólki, tí at eg varð níggju ára gamal; tá kom hagar ein skydmaður mín sum komst við ætt mína, hann loysti meg av trældóminum, og førdi meg við sær eystir í Garðaríki, og har var eg onnur níggju ár enn nú í útlagna, tó at eg var tað hildin sum frímaður; tá tók eg nakran vøkstur í og kom til mans, og haðani frá fekk eg meiri heiður og virðing av Valdimari kongi enn tað mundi tykjast líkligt at unna einum útlendingi rætt sum tann virðing, ið tú fekst av Hákun jalli. Nú er so vítt komið umsíður, at hvør okkara hevur ognast (136) faðirarv sín og føðiland sítt aftur, hóast langur missur hevur verið bæði av sælu og heiður. Nú allarhelst fyri tann skyld, at eg havi spurt, at tú hevur aldri ofrað til avgudar, sum aðrir heidnir menn hava til sið, tá havi eg góða vón til tess, at tann høgi himnakongur, skapari av øllum lutum, man leiga teg til at kunnast við sítt heilaga navn og til heilaga trúgv av hesari míni talu, og gera teg líka so samsintan við meg um ta rættu trúnna, sum hann hevur gjørt teg javnan við meg í styrka og allari kvikligheit; og øðrum sínum miskunargávum, sum hann veit tær sum mær, langa tíð fyrenn eg hevði nakað vitniski um harligheit hansara. Nú veiti tann sami alveldigi Gud, at eg fái leitt teg (137) til sanna trúgv, og undir hanssara tjenastu, so at tú við hansara miskunn, og eftir mínum eksempli og mínari eggjan, hereftir kann vera mentur at leiga alla tína undirmenn til hansara dyrkilsi, sum eg eisini vænti fer at vera; tú skalt eisini, um tú vilt, atlýða hesa mína talu, so sum eg havi nú sagt, og tjena Gudi við stadigin hugi; ognast av mær bæði vinskap og virðing, tó at tað er onkis vert móti teirri æru og sáligheit, sum tann almektigi Gud man geva tær, so væl sum hvørjum øðrum, ið halda hansara buðorð, fyri sína helligu ánds kjerligheit: at regera við sínum søta soni, kongi yvir allar kongar, evinniliga í teirri hægstu himmiríkis harligheit.[see note]" Og tá ið (138) kongurin sluttaði talu sínu, svaraði Sigmundur: "Tað er tygum kunnigt, Harri! sum tygum røddum um í áðni í talu tygara, at eg var tænastubundin hjá Hakun jalli; hann veitti mær góða viðferð, og eg helt meg vera avlagið væl staddur hjá honum, tí at hann var hollur og umhugsin og kjerligur móti sínum vinum, tó at hann var grummur og svikafullur móti óvinum sínum; men vítt er ímillum trúgvir tykkara; og so sum eg nú havi fingið skil á, av tygara herligu talu til mín, at henda trúgv, ið tær havi, er í alla máta frægari og favrari enn tann, sum heidnir menn hava, tá eri eg fúsur til at fylgja tygara ráðum, og ognast vinskap tygara, (139) og tí vildi eg ikki ofrað til útskorna gudar, at eg sá tað longu síðani, at tann siður nyttaði ikki nakað, tó at eg viti ongan betri." Ólvavur kongur var glaður við orð Sigmunds, tí hann tók so skynsamliga móti hansara boði; Sigmundur var tá doyptur og allir teir, ið honm fylgdu, lat kongur tá læra hann tann helliga lestur, Sigmundur var nú hjá kongi um veturin, og var mikið virdur. Sigmundur fór at boða kristni í Føroyum 30. So sum tók at vára, kom kongurin ein dagin upp á málið við Sigmund, og segði, at hann vildi senda hann út til Føroyar, at kristna tað fólk, ið har var. Sigmundur (140) bar seg undan tí starvi, men játtaði tó umsíður til kongins vilja. Kongurin nevndi hann tá út til høvuðsmann yvir allar oyggjarnar, og fekk honum prestar við sær at doypa fólkið, og læra tey tað skyligasta av lærdóminum. Sigmundur sigldi nú, tá ið hann var liðugur, og ferðin greiddist honum væl, og tá ið hann kom til Føroyar, stevndi hann bóndunumm saman til tings í Streymoy, hagar kom ein heil mongd. Og tá ið tingið var sett, stóð Sigmundur upp, og skeyt leingi upp ørindi sítt, og segði frá tí, at hann hevði verið eystir í Norra, og funnið kong Óla Tryggason, hann segði eisini, at kongurin hevði givið honum allar oyggjarnar í vald, og teir flestu (141) bøndur tóku væl við tí. Tá mælti Sigmundur: "Tað vil eg eisini kunngera tykkum, at eg havi skift trúgv, og eri blivin ein kristin maður; eg havi tað ørindi og boð frá Ólavi kongi at snúgva øllum fólki her í oyggjunum til rætta trúgv". Tróndur svarar aftur til talu hansara, og segði, tað bar best til, at bøndurnir snakkaðu saman um hesa vandaligu fyritøku. Bøndurnir søgdu, at hetta var væl talað; teir gingu nú annastaðni burtur á vøllin; Tróndur snakkar nú um tað fyri bóndunum, at tað var eyðsatt, at siga skjótt nei til hetta boðið, og tað varð eisini endin á snakki hansara, at teir vera allir samsintir um tað. Men tá ið Sigmundur sær, at (142) fólkið er sankað saman um teir, ið eru við Trónda, so at ikki var eftir hjá honum uttan hansara menn, ið vóru kristnir, tá segi hann: "Ov mikið vald havi eg nú fingið Trónda". Eftir tað drivu bøndurnir hagar sum Sigmundur og hansara menn sótu, høvdu tá vápnini á lofti og lóti ikki friðarliga. Sigmundur og hansara menn sprungu upp ímóti. Tá mælti Tróndur: "Setist niður, menn, og látum ikki so ræðuliga! Men tað má eg siga tær, Sigmundur skyldmaður mín! at vær bøndur erum nú allir samsyntir um tað ørindi, sum tú hevur flutt fyri osum, at vær viljum pá ongan máta taka við siðaskifti og her munnum vær gera anfall (143) á teg á tinginum, og drepa teg, uttan tú heldur av, og heitir osum tað til fastna, aldri síðani at flyta hetta boðið fram her í oyggjunum." Og tá ið Sigmundur sær, at hann kom ongan veg við trúnni á hesum sinni, og hevði ongan styrk til at geva seg ímóti øllum tí fólki, ið har var samankomið, tá var tað av, at hann mátti lovað hetta fyri vitnum, og geva hond uppá tað, og við tað søgdu teir tingið upp. Sigmundur sat heima í Skúvoy um veturin, og tókti tað avlagið tungt, at bøndurnir høvdu so kúgað seg, men lat tað tó ikki finnast á sær. Tróndur kúgaðu 31. (144) Eina ferðina um várið, tá ið streymurin var harðastur, og øllum tókti óført í sjónum og millum oyggjarnar, tá fór Sigmundur heiman úr Skúvoy við tretivu mans á tveimum skipum, og segði, at hann vildi nú leggja tvey kor á, antin at koma ørindi kongins fram, ella doyggja sjálvur í annað kori. Teir hildu til Eysturoyar, og sluppu inn undir oynna, og komu at landi har tá ið leið út á náttina øllum óvart og slógu ring um garðin í Gøtu, skutu síðani stokkar fyri kamarshurðina, hvar ið Tróndur svav innanfyri, og brutu inni, og tóku Trónda á hondum og leiddu út. Tá mælti Sigmundur: "Nú er (145) enn so, Tróndur! ymsir eiga; tú kúgaði meg í heyst, og gjørdi mær tveir harða kostir; nú vil eg eisini geva tær tvey mikið ójavn kor; tað er tað góða, at tú tekur við rættari trúgv, og letur teg doypa, men annað korið er tað, at tú skalt verða dripin her pá staðið, og tað er tær ringt kor, tí tú missur tá skjótt báði ríkidømi og versliga lukku i hesum heimi, og tekur móti kvali og helvitis ævigu pínu í øðrum heimi!" Tróndur mælti: "Ikki man eg bregdast mínum fornu vinum." Sigmundur fekk tá ein mann til at taka lívið av Trónda, og fekk honum eina stóra øksi í hondina; men [in] tá ið hann gekk móti Trónda við reiddari øksini, leit Tróndur (146) móti honum og mælti: "Høgg meg ikki so skótt! eg vil tala nakað áður, hvar er nú Sigmundur, frændi mín!" "Her eri eg," sigur hann, "Eina skalt tú ráða okkara millum," sigur Tróndur, "og vil eg taka tann sið, sum tú vilt" Tá mælti Tórur: "Høgg tú, maður!" Sigmundur svarar: "Iki skal hann høgga á sinni." Tórur svarar: "Tað verður tín bani og vini tína, um Tróndur sleppur undan nú." Sigmundur segði, at tá fór hann at hætta uppá. Tróndur varð tá doyptur av einum presti, og alt húsfólk hansara. Sigmundur lat Trónda tá fara við sær, tá ið hann var doyptur. Nú fór Sigmundur um allar Føroyar, og helt ikki av, fyrr enn alt (147) fólkið har var kristið. Síðani reiður hann skip sítt til um summarið, og ætlar sær til Norra, at føra Ólavi kongi skatta sína, og har afturat Trónda úr Gøtu. Men tá ið Tróndur verður tað varur, at Sigmundur ætlar at flyta hann til kongins, tá baðst hann undan teirri ferð. Sigmundur lat seg ikki siga, og loysti frá landi, tá ið byrur bleiv; men teir vóru ikki komnir langt út í havið, tá hittu teir bæði andstreym og sterkan storm, og vóru so drivnir aftur til Føroya, har brotnaði skipið, og teir mistu alt góðsið, men teir flestu menninir vórðu bjargaðir. Sigmundur bjargaði Trónda og mongum øðrum. Tróndur segði, at teir mátti ikki væntað slætta (148) ferð, um teir lótu hann noyddan fara við. Sigmundur segði hann skuldi fara við, líkamikið um honum tókti tað illa. Sigmundur tók eitt annað skip og sítt egna góðs at føra kongi fyri skattin, tí at honum skortaði ikki leysagóðs. Teir halda nú í havið aðru ferð, og koma nú longri á leiðina enn fyrr, men tá fáa teir harðveður móti sær, og dríva nú aftur til Føroyar, og løsta [lesta] skipið. Sigmundur segði, at sær tókti hesari ferð mundi vera sterkt fyribundið. Tróndur segði, at so mundu fara at vera, hvussi ofta ið teir royndu, um hann varð noyddur til at fara við teimum. Sigmundur letur nú Trónda leysan við tí skili, at hann svór trygdareið [triggaraj], at hann skuldi hava og halda kristiliga trúgv, vera Ólavi kongi og Sigmundi tryggur og trúgvur, ikki halda ímóti, og ikki tálma tí hjá nøkrum manni har í oyggjumum, at vísa trúðskap og lýðiheit móti teimum, fremja og fullføra hetta boðið frá Ólavi konga, og so hvørt annað, sum hann býður honum at gera sær í Føroyum, og so frekliga svór Tróndur, sum Sigmundur kundi vandaligast skilja honum fyri. Tróndur fór tá heimaftur inn til Gøtu, men Sigmundur sat tann veturin í búgvi sínum í Skúvoy, tí tað var væl ligið út á heystið, tá ið teir drivu seinnu ferðina aftur. Sigmundur lat tá gera tað skipið (150) aftur, ið minni var sundur, og tann veturin var kvirt, og alt tíðindaleyst í Føroyum. Tróndur vildi ikki fara til Kong Ólav 32. Tá Sigmundur Brestason hevði kristnað allar Føroyar eftir boði kong Ólav Tryggason hugdi hann sær til at fáa flutt Trónda í Gøtu við sær til Norra, men varð tvær reisur afturrikin, sum framman fyri er skrivað, síðan búði hann ferð sína, og hon greiddist væl, so hann kom til Norra, og fann Ólav kong i Niðarósi, og førdi honum teir peningar, sum hann hevði [täti??] afturfyri skattana av Føroyum, sum vóru burturblivnir summarið (151) fyri, og so tann skattin, sum tá átti at fara út. Kongurin tók væl móti honum, og Sigmundur dvaldist leingi hjá konginum um várið. Sigmundur segði konginum gløggliga alt, sum til hevði borist millum hann og Trónda og hina oyggjarskeggjana. Kongurin svarar: "Tað var illa, at Tróndur ikki kom til mínsara, og nógv spillir tað bygd tykkara har úti í Føroyum, at hann verður ikki burturkoyrdur, tí at tað er mín ætlan, at har situr tann versti maður á Norðurlondum, sum hann er." - Tað var ein dagin um várið, at Ólavur kongur talaði til Sigmund: "Nú skulu vit hava nakað fyri í dag til skemtan hjá okkum, og royna fimleika okkara." "Tað man eg lítið vera førur til," segði (152) Sigmundur, "men tó skal hetta standa til tygara vald, sum alt annað, tað ið eg kann gera." Síðani royndu teir at svimja og skjóta, og aðra kynstir, og tað er fólkasøgnin, at Sigmundur hevur gingið Ólavi kongi næst í mongum roysnum, og tó vantaði honum nakað í øllum, men tó minni enn hvørjum manni, ið tá var í Norðríki. Ólavur kongur beiðist eftir ringinum frá Sigmundi 33. Tað er fortalt frá, at einaferðina, tá ið Ólavur kongur sat við drekka, og gjørdi hovmonnum sínum til góðar, og hevði boðið mongum manni inn, tá varð Sigmundur í miklari kjerligheit har hjá konginum, og bara tveir (153) sótu millum kongin og Sigmund. Sigmundur legði hendur sínar fram á borðið. Kongurin leit hagar, og sá, at Sigmundur hevði ein tjúkkan gullring á hondini. Kongurin mælti: "Lat meg síggja ringin, Sigmundur!" Hann tók ringin av hondini á sær, og fekk honum. Kongurin segði: "Vilt tú geva mær henda ring?" Sigmundur svaraði: "Tað hevði eg ætlað, Harri! ikki at skilja meg við henda ring." "Eg man fáa tær ein annan aftur ímóti," sigur kongurin, og hann skal hvørki vera minni ella illavorðnari." "Ikki vil eg missa henda," segði Sigmundur, "tí tað heitti eg Hákun jalli, tá ið hann gav mær ringin við miklum áliti, at eg skuldi ikki skilja (154) meg av við hann, og tað skal eg eisini halda, tí at góður tókti mær tann, eg neyt hann av, sum var jallurin, og væl gjørdi hann við meg um manga luti." Tá mælti kongurin: "Lat tær hann enn tykjast so góðan sum tú vilt, báði ringin og so tann, ið tær gav hann, men ring verður nú tín eydna, tí at hesin ringur verður tín bani; hetta veit eg ikki óvissari enn, hvussu tú hevur hann fingið, og hvaðani hann er frá komin; og meira dróg tað meg til at beiðast eftir honum, at eg vildi firra mína vini frá vanlukku, enn meg fýsti at eiga henda ring." Kongurin var tá reyður sum droyri í andliti, men hetta snakkið fell burtur; og síðan var kongurin aldri so (155) blíður við Sigmund sum áður; hann dvaldist tó enn eina tíð hjá konginum, og fór eftir hetta tað tíðliga um summarið til Føroyar; skildust tá Ólavur kongur og hann við vinskapi; og sá Sigmundur hann aldri meira. Sigmundur kom tá aftur til Føroyar, og settist í búgv sítt í Skúgvi; men tað gekk út, sum Ólavur kongur segði, at ein maður, sum æt Torgrímur illi, við báðum synum sínum myrdi Sigmund fyri at fáa ringin Hákunanot, tá ið Sigmundur var áður útmøddur av svimjing í Suðuroy, har sum eitur í Sandvík. 34. Jallarnir Sveinur og Eirikur sendu boð út til Føroyar til Sigmund Brestason, at hann skuldi (156) koma at finna teir. Sigmundur legði ta ferð ikki niður, men fer til Norra, og fær at finna jallana norður á Hlaði í Tróndheimi. Teir taka væl móti honum, og við miklum áliti, minnast nú á tað gamla vinskapi millum síns. Sigmundur gjørdist nú hovmaður teirra; skipa teir honum nú at hava Føroyar í len, og so skiljast teir við avlagi miklari blíðsku og vinskapi. Sigmundur fer tá aftur til Føroyar um heystið. Frá Sjúra Tollakssyni. 35. Tríggir menn eru nevndir í søguni, teir vuksu upp hjá Trónda í Gøtu; ein æt Sjúrður, og var sonur Tollaks, og bróðursonur Trónda; hann var stórur maður og sterkur, sjáligur maður, hevði ljóst hár, sum fall (157) í lokkar; hann var útlærdur í alla kynstir, og tað var sagt, at hann hevði gingið Sigmundi Brestasyni næst í øllum roysnum. Tórur æt bróðir hansara, og varð kallaður hin lági, hann var ein av teimum treystastu monnum, sterkur og kraftamikil. Gutti hin reyði æt tann triði, hann var systursonur Trónda; teir vóru allir stórir menn og sterkir. Leivur var har til fosturs, og teir vóru javnaldraðir. Hesir vóru børn teirra Sigmund og Turidu: Tóra var elst dóttir teirra, sum varð fødd á fjallinum; hon var ein høg genta og stórbær, ikki mikið dámulig, men hevði týðliga vitskubragd á sær. Tórálvur æt tann elsti sonur teirra, annar Streingrímur, triði Brandur (158) fjórði Heri; teir vóru allir evnaligir menn. Við kristindóminum í Føroyum gekk nú sum víða aðrastaðni í ríkinum hjá jøllunum, at hvør livdi sum hann vildi, men teir sjálvir hildu væl trúgv sína. Sigmundur og alt hansara fólk helt eisini væl við trúnna, og læt gera eina kirkju við garð sín. Tað er sagt frá Trónda í Gøtu, at hann kastaði trúnna mikið á vank, og so allir hansara kumpanar. Føroyingar stevna nú ting saman, hagar kemur Sigmundur og Tróndur í Gøtu, og ein stór mannamúgva. Tróndur segði við Sigmund; "Nú er so vorið, Sigmundur skyldmaður mín!, at eg fari at krevja bøtur av tær Leivi Øssrsoni til handar, at tú bøtir honum fyri faðir sín." Sigmundur (159) segði, teir mundu harí fara at atlíða tann dómin, sum Hákun jall hevði dømt teirra millum um øll teirra viðurskifti. Tróndur segði, at tað mundi tó sýnast øllum best, at unna Leivi so miklar bøtur fyri faðir sín, sum teir frægastu menn her í oyggjunum leggja á millum teirra. Sigmundur segði, tað var ikki neyðugt, at hann legði árar út til tess, tí tað vart onki av. Tróndur mælti tá: "Tað er sannast, at tú verður harður í horn at taka, tað man eisini fara at vera, at teir skyldmenn mínir, ið vaksa upp hjá mær, tykja teg vilja gera lítlan javnað, tá ið tú vilt ikki lata teir fáa nakað frá tær, av tí tú hevur at ráða yvir, tí vær eigum meir enn helvitna (160) móti tær, og er tað ikki væntandi, at hetta man leivast tær leingi." "Tú hevur mær mangar skommir gjørt", segði Tróndur, "og tó mest, tá ið tú kúgaði met til at skifta sið, sum mær tykir verst um allan stund, at eg gekk undir tað; mást tú eisini vera búgvin til tað, at menn munnu ikki hugnast so skerdan lut frá tær." Sigmundur segði seg munna sova svøvn sín fyri hóttum hansara. Teir skildust nú við tí skili. Frá Sigmundi 36. Tað er nú sagt frá, at ein dagin um summarið fór Sigmundur við skútu síni til Lítlu-Dímunar og Tórur og Einar suðuroyingur við honum, tí Sigmundur vildi taka sær skurðseyðir, sum gingu har í oynni. Sigmundur og Tórur vórur uppi á oynni (161), tá sóu teir, at menn gingu upp í oynna, og tað skygdi av fagrum skjóldum. Teir høvdu tøl á, og vóru tólv mans komnir upp í oynna. Sigmundur spurdi, hvat menn tað mundu vera. Tórur segði seg kenna, at tað vóru gøtuskeggjar, Tróndur og skyldmenn hansara; "men hvat skal nú takast til ráðar?" sigur Tórur. "Ikki man vera vandi á," sigur Sigmundur, "vit skula ganga allir ímóti teimum við vápnum okkara, og dersum teir søkja at osum, tá skulu vit leypa undan, hvør fyri seg, og koma to allir niður tann staðni, sum uppgongan er í oynni". Tróndur og hinir tala millum sín, at Leivur og synir Tollaks skulu ganga ímóti Sigmundi, og ein afturat til fjóðra mann. (162) Sigmundur og teir hoyra hetta, og ganga nú ímóti, og Tróndur og hansara menn ráða tá á teir; men Sigmundur og hinir halda nú undan hvør fyri seg, og koma tó allir niður í ein stað, og leypa í uppgonguna, og her er ein maður fyri teimum. Sigmundur kom fyrstur at honum, og gjørdi skjótt av við hann. Tá vardi Sigmundur uppgonguna, men teir báðir Tórur og Einar lupu til skútu Trónda, har helt ein maður í skútufestina, men annar hevði við á skútuni. Tórur leyp á tann, sum helt skútufestina, og drap hann. Einar leyp til skútu Sigmunds og flotaði hana; Sigmundur vardi uppgonguna, og leyp útav niður í fjørðunana undan teim, tí hann vildi náa til (163) skútu teirra, og vág hann ein av teirra monnum har í fjørðunini tá leyp hann út á skútuna, og Tórur við. Sigmundur førdi tann skjótt uttanborða, sum var á skútuni. Nú rógva teir burt haðani við báðum skútunum, men tann kom sær til lands, sum Sigmundur koyrdi fyri borð. Tróndur og hansara menn brendu viða, og róð varð nú út til teirra, og teir fóru heim aftur til Gøtu. Sigmundur sankaði fólk til sínsara, og ætlaði at taka Trónda og hinar har í oynni, áðrenn teir frættu, at teir vóur slupnir haðani. Og nakað eftir tað summarið fór Sigmundur við eini skútu og hinir báðir við honum eftir landskyldum sínum; teir róðu inn í eitt trongd sund einastaðni millum (164) oyggjarnar, og tá ið teir komu úr sundinum, tá sigldi har ein skúta móti teimum, og var komið avlagið nær til teirra. Teir kendu hesa menn, at tað vóru gøtuskeggjar, Tróndur sjálvur tólvti. Tórur mæti tá: "helsti nær eru teir nú osum," sigur hann, "og hvat er nú til ráðs, Sigmundur frændi!. "Ongin neyð er enn," segði Sigmundur, "men tað skulum vær nú taka til ráðar," sigur Sigmundur, "at rógva móti teim og vilja teir nokk fella seglið; og tá ið skúta okkara ber fram við skútu teirra, tá skulu tit bráa svørðum tykkara, og sker spennini av í tað borðið, sum seglið ikki fer niður, og eg man havast slíkt at, sum mær líkar." Nú rógva teir móti teim, og tá ið skúta Sigmunds fer fram hjá hinum, (165) tá skera Tórur og Einar øll spennini av í tað borðið, sum seglið fór ikki niður í. Sigmundur trívur eftir eina stong við píki, sum lá í skútu hansara, og førir í síðina á skútu teirra so hart, at við tað sama vendi kjølurin upp á skútuni, hann førdi píkin teirra megin í síðuna á skútuni, sum seglið hevði farið niður í, og hon helti á fyrr; tá hvøldist skútan skjótt við tí at hann fylgdi eftir við øllum sínum styrka; har druknaðu fimm av monnum Trónda. Tórur mælti um at teir skildu drepa hvønn av teimum, sum teir náddu. Sigmundur segði seg ikki vilja tað, og segðist heldur at vilja baska teim sum mest. Nú skiljast teir frá teimum. Tá segði Sjúrður Tollaksson: "Hitt sama vil her vera (166) at vit fara rekningar fyri Sigmundi;" hann fær vent skútuna umaftur, og bjarga mongum monnum. Tróndur segði, tá ið hann kom uppí skútuna: "Nú man umskift fara at vera við lukkuni millum osum og Sigmund, tí at hann sá seg aldeilis illa fyri, at hann drap osum ikki nú, ið hann hevði so osum rættiliga undir sær, vær skulum nú eisini vera skáligir(?) hiðanifrá, og aldri lata av, fyrr enn vær høvum Sigmund til Helar." Teir søgdu seg vilja tað gjarna; fara nú inn aftur til Gøtu við so skili. Nú líður út á summarið, og teir eiga nú ikki fleiri saman á hesum sinni. Útstandur millum Sigmund og Trónda 37. (167) So bar til ein dagin, tá ið kort var eftir til vetrar, at Tróndur sankar fólk til síns, og fara við honum seksti mans, og Tróndur sigur, at teir skulu nú leita á fund Sigmund, og segði seg hava droymt, at nú mundi vera stýrt honum nær. Teir høvdu tvær skútur, og valdu menn; í ferðini við Trónda vóru Leivur Øssarson, Sjúrður Tollaksson, Tórur lági, Guttin reyði, ein bóndi úr Eysturoy, sum æt Steingrímur, Eldjarn kambhøttur, hann hevði tá leingi verið hjá Trónda. Svínoyar-Bjarni hevði ikki verið í hesum lótum, síðani hann var komin tilsams við Sigmund. Tróndur og hansara menn fóru nú til tess (168) at teir koma til Sjúrðar, og draga skútur sínar upp, og ganga upp allir til at teir koma at uppgonguni. Skúvoy er so góð at verja, at tað sigist, at oyggin verður ikki vunnin, bara tríggir menn eru til at verja uppgonguna, um aldri so mangir koma at taka hana. Eldjarn kambhøtt gekk fyrstu av monnum upp, og hitti vaktmann Sigmunds hjá uppgonguni, teir ráddust straks saman, og so varð endin, at sum teir syftust, duttu báðir útav hamrinum; og so fingu teir báðir bana. Tróndur og allir hinir ganga nú upp og niðan til húsar, og sláa ring um garðin, og koma so aldeilis óvart, at ongin njósn komu undan teimum; teir brutu upp hurðarnar. Sigmundur og allir teir, ið fyri vóru, leypa skjótt (169) eftir vápnin; Turid matmóðirin tekur eisini til vápn; og er ikki minni dugur í henni, enn hvørjum einum kalsmanni. Tróndur og hinir bera nú eld at húsunum, og ætla at søkja garðin bæði við eldi og vápnum, teir søkja nú at sum harðarst, og tá ið teir høvdu hildið so við eina góða løtu, tá gongur Turid mátmóðirin út í dyrnar og mælti: "Hvussu leingi ætlar tú tær, Tróndur!" sigur hon, "at berjast við høvuðleysar menn?" Tróndur svarar: "Hetta man vera alt for satt," sigur hann, og Sigmundur man vera burturkomin." Nú gongur Tróndur móti sólini um garðin og bríglsar; Tróndur kemur nú at einum jarnhúsmunna, sum var nakað burtur frá garðinum; hann fer nú so, at hann hevði altíð aðra hondina niðri í (170) jørðini, og ber hana aðru hvørja ferð upp at nøsuni á sær, og mælti: "Her hava teir tríggir, Sigmundur, Tórur og Einar farið." Nú gongur Tróndur so eina góða tíð, og tevjaði, sum hann snoddaði spor, líkasum hundar; hann biður teir ikki koma afturat sær; hann fer nú so, til at hann kemur at eini gjógv, og tann gjógvin gongur tvørtur um alla Skúvoy; tá mælti Tróndur: "Her hava teir farið, og Sigmundur man hava lopið yvirum, hvat ið teir so hava gjørt av sær. Nú skulum vær skifta fólk okkara sundur," sigur Tróndur, "Leivur Øssarson og Sjúrður Tollaksson og nakrir fleiri við teimum skulu fara fram við gjónni til endan á henni, og eg fyri annan endan, og finnast tá aftur hinumegin gjónna." (171) Teir tríggir gera nú so; Tróndur rópti tá: "Nú eigur tú, Sigmundur! at lata vita av tær, um tú er líka mótigur enn, og tykist vera slíkt roysmenni, sum tú hevur leingi verið sagdur." Niðamyrkri var tá so nógv sum nakrantíð, og stutt eftir tað leypur ein maður yvir um gjónna móti Trónda og hinum og høggur við svørði til Steingríms nábúa Trónda, og klívur hann niður í herðarnar, og har var Sigmundur; hann leypur straks øvugtur aftur um gjónna. "Har fór Sigmundur," sigur Tróndur, "og eftir teim skulum vær halda fyri endan á gjónni," og so gera teir, og koma nú allir saman aftur við Leivi og Trónda. Sigmundur og hansara stálbrøður koma nú allir á ein hamar móti sjónum, og (172) hoyra nú mannamál allavegna frá sær; tá segði Tórur: "Nú munnu vit til at verja okkum her, sum eydnan verður til." "Ikki eri eg førur at verja meg nú," sigur Sigmundur, "tí at svørð mítt glapp mær úr hondini í áðni, tá ið eg leyp øvugtur aftur um gjónna, og munnu vit leypa her útav hamrinum, og leggjast at svimja." "Gerum sum tær líkar," sigur Tórur. Hetta taka teir nú til ráðs, og leypa har út fyri hamarin at svimja. Tróndur mælti, tá ið hann hoyrdi smellirnar: "Har fóru teir nú," sigur hann; nú skulum vær taka hvat far, vær fáum, og leita eftir teim, summir á sjó og summir á landi," og teir gera nú so, men finna teir ikki. Sigmundur Brestirson dripin og myrdur 38. (173) Nú er at siga frá Sigmundi og hinum, at teir svimja eina góða løtu, og ætla sær til Suðuroyar, har sum stytst var, og tó var tað fýra langir fjórðingar, og tá ið teir høvdu svomið helvtina av fjørðinum, segði Einar: "Her munu vit skiljast." Sigmundur segði, at tað skildi ikki vera, "og far nú, Einar! upp í millum herðarnar á mær," og so gjørdi hann. Sigmundur svimur tá eina løtu. Tá segði Tórur: "Hvussu langi skalt tú, Sigmundur frændi! flyta deyðan mann eftir tær?" "Ikki ætli eg tað at vera neyðugt," sigur Sigmundur. Nú svimja teir so lang, at fjórðingurin av fjørðinum var eftir; tá segði Tórur; "Alla ævi okkara, Sigmundur skyldmaður mín! hava vit verið tilsamans, og ógviliga góðir hava vit verið hvør við annan, men nú er tað væntandi, at okkara samanhald fe at slítast sundur, eg havi nú strevað so langt, sum eg eri førur til, n úvil eg, at tú hjálpir tær og lívi tínum, og gevur ikki gáum [Govm] at mær, tí tað leggur tú lívið á, Frændi! um tú fjáltrast við meg." "Tað skal aldri vera," sigur Sigmundur, "at vit skiljast so, Tórur frændi! Annahvørt skulu vit báðir koma til lands ella hvørgin." Sigmundur flytir nú Tóra millum herarnar á sær, Tórur var tá so útmaktaður, at hann orkaði næstum einki at hjálpa sær, og Sigmundur svumdi nú til at hann kemur (175) inn at Suðuroy. Brim var við oynna; Sigmundur var tá so útmøddur, at hann dróg stundum frá landi og onnur fyllingin hevði hann inn at; tá skolaði Tórur av herðunum á honum, og druknaði; men Sigmundur fekk umsíður skriðið upp, og var tá so maktaleysur, at hann orkaði ikki at ganga, men kreyp upp í fjørina, og legði seg niður í tarabrúnna; hetta var í lýsingini, har lá hann til tað var alljóst. Har tætt við í oynni var ein lítil býlingur, sum æt í Sandvík, har búði ein maður, sum æt Torgrímur illi, stórur maður og sterkur, niðurseturmaður Trónda í Gøtu; hann átti tveir synir, ið itu Ormstein og Torstein; teir vóru evnaligir menn. Um morgunin fekk Torgrímur illi oman í fjørðu, (176) og hevði eina buløksi í hendi; hann kom hagar sum hann sá at reytt klæði stóð útúr tarabrúnni; hann rótar nú taran burtur og sær, at har liggur ein maður; hann spyr, hvør hann var. Sigmundur nevndi seg. "Lágt liggur nú høvdingi vár," segði hann, "men hvussu ber hetta til?" Sigmundur segði nú frá øllum, hvussu til hevði gingið. Tá koma synir hansara hagar. Sigmundur biður teir at teir skulu hjálpa sær. Torgrímur ønti ikki skjótt aftur, og talar nú lágligani við syni sína: "Sigmundur hevur so miklan ríkidóm uppi á sær, sum mær líkst," segði hann, "at vær høvum aldri verið eigara til slíkt, og avlagið tjúkkur er gullringur hansara; mær líkst á tað ráð, at var drepum hann, og fjalum hann síðani, (177) hetta man tó aldri koma upp." Synir hansara mæla ímóti eina stund, men samtyktu við honum umsíður, og ganga nú hagar, sum Sigmundur lá, og taka í hárið á honum, men Torgrímur illi høggur høvdið av Sigmundi við buløksini, og so letur Sigmundur lív sítt, hann sum var tann raskasti maður um alla lutir. Teir tóku klæðini og tað dýrabara av honum, og draga hann síðan upp undir ein moldbakka og kasa hann har niður. Lík Tóra var rikið upp, og teir stappa hann niður hjá Sigmundi, og fjala so báðar. Yvirgangur oyggjaskeggjanna eftir Sigmund 39. Tað er nú at siga frá Trónda og hansara fylgismonnum, at (178) hann fer heim aftur, eftir at hetta varð avrikað, men garðurin í Skúvoy var bjargaður, tá ið fólk kom til, og var lítið brunnið; fátt av fólki hevi latið lív. Turid húsfrúan, sum síðanin var kalla Medalseinkjan [norr. Meginekkja], helt búi sínum í Skúvoy eftir Sigmund bónda sín; børn hennara og Sigmunds vuksu upp har hjá henni, og vóru øll vøn og vøkstrarlig. Tróndur og Leivur Øssarson tóku nú allar Føroyar undir seg, og høvdu vald yvir øllum. Tróndur lat bjóða Turid Meðalseinkju og synum hennara forlík, men teimum fanst lítið um tað, ikki heldur varð nakað av tí, at synir Sigmunds leitaðu til høvdinganna í Norra at faa sær styrk. So ligu nú nøkur ár um. Tróndur ber nú upp á máli (179) við Leiv Øssarson, at hann vildi leita honum eftir sámuligari giftu. "Hvar skal at tí leitast?" sigur Leivur. "Har sum Tóra er, dóttir Sigmunds," sigur Tróndur. "Ikki tykir mær tað líkligt, at venda mær hagar," sigur Leivur. "Ikki verður gentan givin tær, uttan tú biður," sigur Tróndur. Teir gera nú ferð sína til Skúvoyar, og nakrir menn við teim, og kalliga vóru teir móttiknir. Tróndur og Leivur bjóða nú Turidu og synum hennara sátt, so sum teir bestu menn har í oyggjunum dømdu millum teirra. Tey tóku ikki fljótt undir tað. Tá bar Tróndur bønarorð upp fyri Leiv, og bað um Tóru Sigmundsdóttur honum til handa; tókti tað vera låíkligast til at fáa fullkomið forlík; (180) Tróndur beyð seg til at leggja nógv góðs afturat Leivs parti. Hetta var hildið sámuligt av øllum teim, men Tóra sjálv svarar so: "Tykkum tykir meg nok bera meg so at, sum eg vil gjarna eiga mann; nú vil eg leggja treytir á um meg sjálva; er Leivur førur at gera eið uppá, at hann hevur ikki verið farðir míns bani, og at hann ikki hevur fingið fólk til at drepa faðir mín, tá leggi eg tað treyt á, at hann má fáa vist at vita, hvat ið hevur verið faðiri mínum at deyða, ella hvør ið hevur voldið deyða hansara, og tá ið hann hevur útynnað alla hesa luti, tá fer at ganga væl av millum okkum, um brøður mínir og móður mín og onnur skyldfólk og vinir okkara halda tað ráðulig." Hetta (181) tókti øllum væl talað og vitisliga útfunnið, og hetta semjast tey um millum sín, at Tróndur og Leivur lova tað, og skiljast nú við slíkum skili. Frá Trónda. 40. Kort eftir hetta býðst Tróndur heiman úr Gøtu og Leivur við honum, og fara við eini skútu tólv mans tilsaman; teir fara til Suðuroyar, og koma til Sandvíkar til Torgrím illa; hetta var nøkur ár eftir tað, at Sigmundur og hinir høvdu latið lívi. Teir koma seint at landi, og ganga niðan til húsar; Torgrímur tekur væl móti Trónda og teimum, og teir ganga inn. Tróndur og Torgrímur bóndi ganga innar í stovuna, men teir við Leivi sita uttar í húsinum við eldarnar, sum upp vóru kyndir (182) fyri teimum. Trónda og Torgrími var mangt á máli. Tróndur mælti: "Hvat ætla fólk at munna hava verið Sigmundi Brestasoni at deyða?" segði hann. "Ikki tykist nakar vita tað gjølla," sigur Torgrímur; "summi halda, at tær munnum hava funnið teir í fjørunu ella á førðinum og dripið teir." "Slíkt er illa og ólíkliga hildið," sigur Tróndur, "tí at tað vistum øll, at vær vildum forkoma Sigmundi, og fyri hvat skyld mundum vær tá vilja dylja tað dráp, og slíkt er óvinaliga talað." "Summi snakka eisini um tað," sigur Torgrímur, "at teir hava sprongt seg av svimjing (og eru givnir á fjørðinum), ella at Sigmundur man vera komin onkustaðni til lands, tí hann var ein avreksmaður í manga máta, og (183) man tá hava verið dripin, dersum hann er komin útmaktaður (og maktaleysur) til lands, og so dult fyri hann." "Slíkt er skilvísiliga snakkað," sigur Tróndur, "og tað er mín ætlan, at so hevur verið; og hvat nú, søti mín!er ikki so sum mær grunar, at tú er atvoldin í deyða Sigmunds?" Torgrímur synjar fyri tað mesta sum hann kann. "Ikki man bata teg at træta við meg um hetta," sigur Tróndur, "tí at eg tykist víst vita, at tú ert sekur í hesum verki." Hann dylir fyri enn sum fyrr. Tróndur letur tá kallað upp teir Leiv og synir hansara, og biður teir seta Torgrím og synir hansara í fjøtur, og so varð gjørt at teir vóru fjøtraðir (ella seftir í stokk), og dygt bundnir. Tróndur hevði tá latið kynda stórar eldar í roykstovuni (184) og nú letur hann gera fýra grindar við fýra hornum, og nýggju reinar ristir nú Tróndur allavegna út frá grindunum, men han setist á ein stól millum eldin og grindarnar; hann biður teir ikki tala til síns nú, og teir gera so. Tróndur situr nú so eina løtu; og tá ein stund var umliðin, gongur ein maður inn í roykstovuna, og var allur rannvátur (rennvátur), teir kenna mannin, at tað var Einar Suðuroyingur; hann gongur at eldinum,og rættir hendur sínar at eldinum lítla stund, og vendir út eftir tað; og tá ið ein stund var liðin, gongur ein maðurinn í roykstovuna, hann gongur at eldinum, og rættir hendur sínar til, og gongur út síðani; teir kendu, at tað var Tórur. (185) Stutt eftir gongur tann triði maðurin inn í roykstovuna, hesin var ein stórur maður og alblóðigur; hann hevði høvdið undir hendi á sær henda kenna teir allir, at tað var Sigmundur Brestasonur; hann tekur støðu eina løtu ágólvinum, og gongur út síðani. Og eftir hetta rís Tróndur av stólinum, og gevur ándina møðiliga frá sær, og segi: "Nú munnum tær her síggja, hvat hesum monnum hevur verið at deyða. Einar hevur givist fyrst, og er stirnaður í hel ella drukanður, tí hann var kraftaminstur av teimum: tá man Tórur hava givist harnast, og Sigmundur man hava flutt hann, og maktast mest av tí; men Sigmundur man vera komin til lands, lítið mentur, og hesir menn munnu hava dripið hann, tí hann (186) sýntist osum blóðigur og høvuðleysur." Fylgismenn Trónda sannaðu hetta allir, at so mund vera tilgingið. Nú sigur Tróndur, at teir skulu rannsaka alt, og so gera teir, men finna har onki prógv (ella kennutekni). Báði Torgrímur og synir hansara træta og søgdu seg ikki seg ikki sekan í hesum verki. Tróndur segði teimum bætti ikki at træta, bað menn sína rannsaka gjølla, og teir gera enn so. Eitt stórt ílát útoldað, stóð í roykstouni. Tróndur spyr, hvørt teir hava rannsakað ílátið. Teir søgdu tað var ikki gjørt, og brutu tað upp, og teimum tókti har var onki í uttan rusk, teir leitaðu harí eina stund. Tá mælti Tróndur: "hvølvið ílátið!" og so gjørdu teir; har funnu teir ein spjarrapjøka sum hevði verið í (187) ílátinum, og fingu Trónda; hann loysti sundir, og mangar spjarrar vóru har samanvavdar, og umsíður fann Tróndur harí ein stóran gullring, og kendi, at tann ringin hevði Sigmundur Brestasonur átt, og Hákun jall givið honum. Og tá ið Torgrímur fekk hetta at vita, tá gongur hann við morðið Sigmunds, og sigur nú alt, sum til hevði borist; hann vísar teimum á, hvar í Sigmundur og Tórur vóru jaraðir, og teir føra lík teirra burt við sær. Tróndur tekur tá Torgrím við sær; síðan vóru Sigmundur og Tórur grivnir við kirkjuna í Skúvoy, sum Sigmundur hevði latið gera har. Leivur fær Tóru Sigmundsdóttur 41. (189) Eftir tað letur nú Tróndur stevna einari mongd saman til tings í Streymoy í Tórshavn, har er tingstað føroyinganna; har søgdu teir Torgrímur illi og synir hansara, so at allir tingmenn hoyra frá drápi og deyða Sigmunds, at teir søgdu seg hava dripið hann og fjalt hann síðan. Eftir at teir høvdu tilstaðið hetta, vóru teir hongdir har á tinginum, og soleiðis fingu teir endaligt. Nú halda teir Leivur og fostirfaðir hansara Tróndur, at bønarorðinum til Tóru, og bjóða øllum teimum slíkt folík, sum tey kundu vera best noyðað við, og so varð endin á hesum, at Leivur fekk Tóru Sigmundsdóttir, og so kom alt tilsamans á øllum; Leivur (190) reisir nú búgv á faðirarvi sínum í Hovi í Suðuroy, og er nú kvirt í Føroyum nakra tíð. Tórálvur, sonur Sigmunds, giftist og setur búgv uppi á Dímun, og er ein góður bóndi. Frá føroyingum og Ólavi kongi hinum helliga 42. Reiðiliga hava vísir menn skrivað so og sanniliga sagt, at Ólavur kongur hevur skattgjøld øll tey lond, sum nú liggja undir Norðríki, uttan Ísland, fyrst Ørknoyggjar, Hetland, Føroyar og Grønland; og so er sagt frá, at á tí níggjunda ári av kongadømi hansara komu av Føroyum til (190) Norra, eftir orð og boð Ólavs konga, Gilli løgmaður, Leivur Øssarson, Tórálvur av Dímun og mangir aðrir bóndasynir. Tróndur í Gøtu búðist til ferðar, og tá ið hann var ferðabúgvin, tá fekk hann niðurfalssótt, so hann var ikki mentur at fara, og dvaldist so eftir; men tá ið føroyingarnir komu har sum Ólavur kongur var, tá kallar hann teir til talu, og helt stevnu við teir, tá førur hann fram ørindi síni til teirra, tey sum búðu undir boðunum, og segði teimum so, at hann vildi hava skatt av Føroyum, og tað við, at føroyingar skuldu hava tær lógir, sum Ólavur kongur setti inn hjá teimum; og á hesi somu stevnu fanst tað á kongins orðum, at hann mundi taka tað tilfesti av teim føroyingum, (191) sum tá vóru har komnir, um teir vildu binda fyri hesi sak við svornum eiðum; hann beyð teim monnum, sum har vóru komnir, um teir vildu taka hetta kor, at teir í frægastir vóru av teim, skildu ganga honum til handar, og so tyggja heiður og vinskap av honum. Teir føroysku menninir hildu so um kongins orð, sum grunast kundi, hvønn veg stevnumálið kundi snúgvast, um teir vildu ikki undir tað ganga, sum kongur beyð; og tó at fleiri stevnur vóru settar um hesa somu sak, fekk tó alt tað framgongd, sum kongi líkaði, teir gingu tá kongi til handa, og gjørdust hovmenn hansara, Leivur, Gilli og Tórálvur, men allir (192) teir føroyingarnir gjørdu Ólavi kongi eiðir pá tað, at halda tær lógir í Føroyum og tann rætt, sum hann setti teim, og lata tann skatt út, sum hann legði á. Síðan búgvast teir føroysku mennirnir til heimferðina, og á skilnaðinum veitti kongur teimum vinagávur, sum høvdu gingið honum til handa; teir fara nú sína ferð, tá ið teir vóru lidnir, men kongur lat gera skip út, og fekk fólk á tað, sum hann sendi til Føroyar, at taka har móti skattinum, sum føroyingarnir skildu gjalda honum; teir vóru tíðliga búnir, og tað er at siga frá ferð teirra, at teir koma ikki aftur og ongin skattaur á tí sumri, sum var næst eftir; tá var fólkasøgnin, at teir ongantíð (193) vóru komnir til Føroya, og ongin maður hevði heintað skatt har. Frá Sjúðra og Trónda í Gøtu. 43. Hetta várið var eitt skip farið frá Norra til Føroyar, og við tí skipi fóru orðsendingar Ólavs konga til tess at onkur av hovmonnum hansara, Leivur Øsarson, Gilli løgmaður ella Tórálvur av Dímun skildu koma uttan frá Føroyum. Tá ið hesi boð komu til Føroyar, og tað varð teimum sagt, tá ráðslógu teir sínamillum, hvat har mundi búgva undir, og allir komu ásamt um tað, at teir hugsaðu, (194) kongur mundi vilja spyrja teir um tey tíðindi, sum summi fólk hildu fyri satt, at mundu vera tilborist har í oyggjunum um vanlukkuferðir útsendinga kongins á teimum báðum skipunum, sum ongin maður var afturkomin av. Teir gjørdu tá av, at Tórálvur skildi fara, hann reiðist tá til og útgjørdi eitt farmaskip, sum hann átti, og fekk sær fólk hartil, so tíggju ella tólv mans vóru lidnir og bíðaðu eftir byrði, tá bar so til í Eysturoy, at ein góðveðursdag gekk Tróndur inn í stovuna, tá lógu teir á bonkinum, Sjúrður, Tórur og Gutti. Tá tók Tróndur so til orða: "Mangt verður á mansævini; ei var tað títt so, tá ið eg og fleiri vóru ungir, at teir menn, sum væl eru førir til alt, vildu sita ella liggja inni góðveðursdagar, og ei mundi tað tókt teim líkligt, sum fyrr hava verið inni hjá mær, at Tórálvur á D`imun mundi fara at vera meiri roysmenni enn tær; tann skútan, sum eg havi átt, og her stendur inni í nestinum, hana ætli eg nú hava staðið so leingi á landi, at hon er fúnað undir bráðini; hvørt hús er her fult av ull, og ikki verður hildið hagar við henni, sum hon er nakað verd, ikki (196) mundi verið so, hevði eg verið nøkur á yngri." Sjúrður leyp út og rópti Tóra og Gutta, og segði seg ikki vilja lata hetta spottorð standa á sær. Teir ganga nú út og hagar, sum húskallarnir vóru, fara so til at setja skútuna fram, og lótu tá bera farmin oman, og laddu skipið, og gjørdu alt liðugt nakra fáa dagar; teir vóru eisini tíggju ella tólv mans á skipi; tóku so teir og Tórálvur út við sama veðurlagi, og sóu alla tíðina til hvønnannan í havinum; teir komu til lands í Hernu, tá ið skýmt var; Sjúrður legði seg uttari fyri strøndini, og tó var stutt ímillum teirra. Tað bar so til um kvøldið, (197) tá ið kvølmyrkt var, at Tórálvur og hansara menn ætla at fáa sær høli at liggja í, tá gekk Tórálvur upp á land, og ein annar maður við honum, og leitaðu sær eftir hvílustaði; og tá ið teir vóur lidnir at ganga oman aftur, sá segði tann, sum fylgdi honum, at eitt klæði varð blakað yvir høvdið á sær, og at hann var tikin upp frá jørðini; í tí bili hoyrdi hann ein brest, síðan var farið við honum, og hann var reiddur til fals; men har var sjógvur undir, og hann varð koyrdur undir kav; og tá ið hann kom upp aftur á land, fór hann hagar, sum hann hevði skylst frá Tórálvi; hann fann Tórálv, men hann var klovin niður í herðar, og var deyður. (198) Men tá ið skipsfólk Tórálvs vóru hetta var, bóru teir lík hansara útá skipið og násettu tað har. Ólavur kongur var tá til veitslu í Lygru, og var gjørt honum boð við tað sama, tá varð stevnt til ørvarting (sum var við pílum) og kongurin var sjálvur á tinginum; hann hevði latið stevnað føroyingunum hagar av báðum skipunum, og teir vóru eisini komnir til tings, men tá ið tingið varð sett, tá stóð kongurin upp og mælti: "Tey tíðindi, ið her eru blivin eru slíki, at tí betur, tað er sjáldan hoyrt; her er av lívi tikin ein góður maður, og vit hugsa hann var sakleysur, man her vera nakar maður á tinginum, sum man vita at siga, hvør ið hevur volt hetta verk?" Men ongin vildi ganga við. Tá segði kongur: "Ikki er tí at loyna, hvør mín hugur er á um hetta verk, at eg hugsi tað kemur niður á føroyingana, tykir mær tað helst hava gingið so til, sum at Sjúrður Torlaksson hevur dripið mannin, og Tórur lági ført hin mannin undir kav, og nú fylgir eisini, at eg giti mær hetta til, at tað man vera so fyrifunnið, at teir mundu ikki vilja, at Tórálvur segði frá teimum ógerningunum, sum hann man hava vitað, at satt er, og osum hevur verið grunur á, um tey morð og ævindsverk, at útsendingar mínir hava verið myrdir har." Men tá ið kongurin (200) endaði talu sína, tá stóð Sjúrður Tollaksson upp, og tók til orða: "Ikki havi eg talað fyrr á tingum, og tí man eg ikki vera mikið orðførur, men tó ætli eg nú bera so til, at tað er aldeilis neyðugt, at svara nakað. Eg vil nú gita mær tað til, at henda tala, sum kongur hevur nú ført fram, man fvera komin undan tungurótunum á teimum, sum eru mikið óvitugari og verri, enn hann; og tað er ikki at loyna, at teir eru sannir óvinir okkara; tað er eisini ólíkliga sagt, at eg mundi vilja vera skaðamaður Tórálvs, tí hann var báðði fosturbróðir mín og mín góði vinur; og hevði har annars verið líkindi til, og ilt verið millum mín og Tóálv (201), tá eri eg so vitugur borin, at eg mundi heldur hava havt sovorið verk fyri heima í Føroyum, enn her undir jarkanum á hond tygarka, kongur! Nú vil eg leggja hesa sak frá mær og øllum okkara skipmonnum, eg vil bjóða eiður harfyri, so sum lóg tygara leggur á; og tykir tygum tá fullkomuligari, tá vil eg bera jarn, og eg vildi tygum sjálvur sótu hjá undangerðini." Og tá ið Sjúrður endaði talu sína, tá vóru mangir, sum fluttu fram fyri kongin, at Sjúrður átti at náa undanførslu, tóktu Sjúrða væl tala, og søgdu hann var ikki skyldugur í tí, sum var kent uppá hann. Kongur svarar (202) "Um henda mann er tvint at halda, er henda sak login uppá hann, tá man hann vera ein rættuligur maður, men í annan máta man hann vera nakað djarvari enn dømi munnu finnast til, og tað er mær nú ikki minni í huga, men tó haldi eg, at hann fer sjálvur at bera sær vitni harum. Og fyri mangan mans bøn tók kongur festi av Sjúrða til jarnburðar, og morgunin eftir skildi biskuppin gera honum skýrslu; og so varð tingið uppsagt; kongur fór tá aftur til Lygru, men Sjúrður og fylgismenn hansara aftur til skip sítt; tá tók brátt at myrkna av nátt. Tá mælti Sjúrður við fylgismenn sína: "Tað er satt at siga, at vær erum komnir í stóran vanda, og høvum verið fyri milkari lygn pá osum, og er kongur sjónliga brøgutur [OIcl. brögóttr], at tað er eyðsatt, hvat osara kor vera, um hann man ráða, fyrst lat hann drepa Tórálv, og nú vil hann gera os til óbótamenn, tað er teimum lítið fyri at villa jarnburðin fyri osum; nú ætli eg at tann verður verri farin, sum hættar til at hava við hann at gera; nú legst fjallagul innan úr sundinum, tí ráði eg til tað, at vær vindum segl vort í húnahátt, og stevnum útí hav, fari Tróndur sjálvur á øðrum summri at selja ull sína, um hann vil; og sleppi (204) eg nú burt hiðani, tá tykir mær vera vón til tess, at eg komi aldri meira til Norra." Føroyingarnir hildu hetta vera hyggjuráð, teir taka nú ti lat seta segl sítt upp, og lata ganga um náttina útí hav, sum teir vóur mest mentir, og lætta teir ikki fyrr enn teir koma til Føroyar; Tróndur lat illa yvir ferð teirra, teir svaraðu líka illa aftur. Karl hin mærski kom sti Ólav konga 44. Ólavur kongur spurdi tað brátt, at Sjúrður var farin avstað; tá legðist tungt ummála á teirra ferð; summir hildu tað nú vera (205) vón til tess, at Sjúra og hinum varð satt sagt uppá, sum fyrr høvdu synjað fyri teir. Ólavur kongur var fáorðaður um hesa sak, men tóktist tó vita, at tað mundi vera sannheit, ið hann hevði grunað áður, hann fór tá ferð sína og tók veitlsur, har sum tilgjørt var fyri honum. Ólavur kongur búðist um várið úr Niðarósi, og ein stórur herur dróg til hansara bæði úr Tróndheimi og víðari annastaðnis norðan úr landi; og tá ið hann var liðugur til ferð sína, tá fór hann við skipaflota sínum fyrst suður á Mýri, og heintaði saman ledingslið sítt og líkaso úr Raumsdali; síðani fór hann inn á Sunnmýri, og lá í Heroyggjum (206) og bíðaði eftir liði sínum. Hann helt tá ofta hústing; har kom mangt fyri oyrini á honum, sum honum tókti neyðugt at at ráðsláa um. Tað var á einum tinginum, ið hann helt, at hann ar upp tað mál, og segði frá tann mannskaða, sum hann hevði fingið í Føroyum, "men skatturin," sigur hann, "sum teir hava lovað mær, hann kom ikki fram; nú ætli eg at senda menn hagar eftir skatti," hann veik við hesum ørindi til ymsar menn, at teir skildu búgva seg til ta ferð, men har komu tey svør afturímóti, at teir bóðust undan ferðini. Tá stóð ein maður upp á tinginum, bæði stórur og reystligur, hann var í reyðum kirtli, hevði hjálm (207) á høvdi, var gyrdur við svørði og hevði eitt høggspjót í hendi; hann tók til máls: "Tað er satt at siga," mælti hann, "at her er mikil munur á monnum, tí tit eiga ein góðan konga, men hann ringa trælla; tit siga nei til ferðina, ið hann vil senda tykkum, men áður hava tit tikið frá honum móti vinagávum og mongum øðrum sømiligum lutum, men eg havi hertil ongin vinur verið við kongin, hann hevur verið óvinur mín, og hann vil siga, at sakur er til tess; nú vil eg bjóða tygum, kongur! at fara hesa ferð um ongin frægari kunna fáast til at fara." Kongur svara: "Hvør er hesin reysti maður, sum svarar til vora talu, (208) og tú hevur mikið yvir aðra menn, teir ið her eru; tú beyðst tær til ferðar, men teir søgdust undan, ið eg hugdi mær, mundu verið væl hugaðir til tað, men eg kenni teg ikki í nakran deil, og ikki veit eg enn navn títt." Hann svarar: "Navn mítt er ikki vant, kongur! mær er von á tí, at tygum munu hava hoyrt meg nevndan, eg eri kallaður Karl hin mærski." Kongur svarar: "So er Karl, hoyrt havi eg gitið tín, og a tað er satt at siga, at tær løtur hava verið, at hevði so borið til, at vit funnust saman, tá mundi tú ikki kunna sagt frá tíðindum, men nú skal eg ikki gera meg ringari enn eg, tú bíður mær lívd frá tær, og eg skal leggja (209) aftur ímóti góðvilja frá mær, og nú skalt tú, Karl! koma til mín í dag, og vera har í gestaboði mínum, tá skulu vit tala um hesa sak. Karl svarar, at so skal vera, og nú varð tingið uppsagt. Karl hin mærski forlíktist við kong. 45. Karl hin mærski hevði verið ein stórur víkingur, og tann versti ránsmaður, og kongur hevði avlagið ofta útgjørt menn eftir honum, og vildi taka hann av lívi, men Karl hin mærski var av høgbornum fólki, og rættiliga eitt roysmenni, ið manga máta. Men tá ið Karl hevði vissað sær til hesa ferð, tá gav kongur honum alt eftir, og bleiv síðan (210) aldeilis góður við hann, lat gera hann út sum best til ferðina, og teir vóru tá tjúgu mans á skipinum. Kongur gjørdi boð til vini sína í Føroyum, at hann sendi Karl í treysti til teirra sum seg sjálvan, tað var til Leiv Øssarson og Gilli Løgmann; hann sendi tí jarðtekin síni við honum. Karl fór, tá ið hann var ferðabúgvin, teir fingu góðan byr, og komu til Føroyar og løddu seg í Tórshavn í Streymoy. Síðan var tað stevnt til tings, og har kom ein mongd av fólki, Tróndur í Gøtu kom hagar við einum stórum flokki, Leivur og Gilli komu eisini hagar, og teir høvdu heilan hóp av fólki við sær. Og tá ið teir høvdu sett tjald síni upp og gjørt (211) seg til, tá fóru teir at finna Karl hin mørska, og heilsaðu hvørjum øðrum blídliga síðani bar Karl fram boð og jarðtekin frá Ólavi konga, og vinarorð til teirra Leiv og Gilla. Teir tóku væl ímóti, og buðu Karli til sín, og buðu seg til at røkta ørindi hansara, og veita honum slíka hjálp í ørindinum, sum teir vóru mentir, hann tók taknemmuliga móti tí. Lítla løtu eftir tað kom Tróndur hagar, og fagnaði Karli væl: "eg eri," sigur hann, "fegin nú, ið slíkur drongur er komin higar til lands við ørindi konga okkara, sum vær erum allir skildir at ganga undir; eg vil nú ikki annað, enn at tú fer við mær at vera í vetur, og alt tað við tær av tínum (212) liði, sum tú vilt og tín virðing verður meira av enn áður." Karl sigur, at hann hevði sett sær fyri at fara til Leivs: "men ellars mundi eg glaðiliga tikið móti hesum tilboði." Tróndur svarar: "Tað man tað vera Leivi [läa] at vinna stóra æru fyri slíkt, men man onki annað vera, sum eg kann gera fyri tygum og tygum kundi verið nøkur lívd av?" Karl sigur, at honum tókti nógv gjørt sær, um Tróndur hevði drigið skattin saman í Eysturoy, og so allar Norðoyggjar. Tróndur sigur, at tað var skyldan, og ongin valgjøringur, at hann veitti honum tann beina, sum kongur sendi boð um; gekk Tróndur tá (213) aftur til búðar sínar; á tí sama tingium vóru ikki fleiri tíðindi. Karl fór tá til at gista hjá Leivi Øssarsoni, og har var hann um veturin; Leivur heintaði skattin saman um Streymoy og um allar oyggjarnar sunnafyri. Um várið eftir fekk Tróndur stórt heilsubrek, hann hevði ringa eygnapínu og tó aðrar kreymur, men tó búðist hann til tings, sum hann var vanur. Og tá ið hann om á tingið og búð hansara var tjaldað, tá lat hann tjalda innan undir við svørtum tjøldum, til tess at tað skuldi vera skýmligari enn ellars; og tá ið narkrir dagar vóru umlidnir av tinginum, tá ganga teir Leivur og Karl til búð Trónda, og vóru fjølmentir. Karl tók móti peningunum frá teim frændum. 46. Nú koma teir at búðini hjá Trónda, tá stóðu nakrir menn uttanfyri har. Leivur spurdi, hvørt Tróndur var í búðini. Teir søgdu hann vera har. Leivur segði, at teir skildu biða hann koma út: "eg og Karl hava ørindi hjá honum;" men tá ið teir komu aftur, siga teir, at Tróndur hevur so ilt í eygunum at hann kundi ikki koma út, og bað Leiv og Karl at teir skuldu ganga inn. Leivur mælti tá til teirra, sum fylgdust við honum, at teir skildu fara varliga, tá ið teir komu inn í búðina: "Trongist ikki, og gangi tann fyrstur út, sum síðstur kemur inn." Leivur gekk fyrstur inn og har næst Karl og fylgismenn hansra, og vóru álverjaðir, sum (215) tá ið teir skuldu búgvast til bardagar. Leivur gekk inn til ta svørtu tjølduna, og spurdi hann, hvar ið Tróndur var. Tróndur svarar og heilsar Leivi; hann tók við heilsuni. Leivur spurdi, hvørt hann hevði heinta nakran skatt saman úr Norðoyggjum, ella hvat greiði mundi koma á tað silvur. Tróndur svarar, at tað var ikki gingið sær av huga, sum hann og Karl høvdu snakkað um; og segði, at greiði skuldi vera gjørt fyri skattin: "Her er ein pungur, Leivur! sum tú skalt taka við, og har er silvur í." Leivur hugdi seg um í búðini, og sá fáar menn inni, har lógu nakrir á bonkinum, men fáir sótu uppi, síðan gekk (216) Leivur til Trónda, og tók við punginum, og bar uttar í búðina, har sum ljóst var, og stoytti silvuri út í skjøld sítt, og rakar niðri í tí við hondinu, og bað Karl, at hann skuldi skuða peningana; teir litu at teimum eina stund: Tá mælti Karl, hvussu Leivi líktist á silvuri. Hann svaraði: "Eg haldi, at av teim peningum, sum eru at velja í her í Norðoyggjum, er hvør ein, sum ringur er, komin her." Tróndur hoyrdi hetta og mælti tá: "Er ikki silvuri gott?" Leivur svarar; "so er,"sigur hann. Tróndur segði: "Ikki eru teir skyldmenn mínir miðal níðingar, tá ið teim kann onki vera trúð til; eg havi sent tá í vár at heinta skatt um (217) Norðuroyggjarnar, tí at eg havi í vár ikki verið førur til nakað, men so hava teir tikið loyningamutur av bóndunum fyri at taka falskt silvur í skattin, sum ikki tykist nøkrum tókt, og fert tú nú, Leivur! meðni at hyggja at hesum silvrinum, sum hevur verið goldið mær í landsskildir mínar". Leivur bar tað silvuri aftur; tók við einum øðrum pungi og bar til Karls, og royndu teir nú hesar pengarnar. Karl spurdi tað, hvussu Leivi líktist á teir dálarnar. "Vánaligt," sigur hann, "og ikki so frægt, at teir vera tiknir í tær skuldir, sum óvandaliga hevur verið avgjørt um frammanundan, men ikki vil eg taka (218) hesar dálar Ólavi kongi til handar." Ein maður, sum lá á bonkinum kastaði koddan at høvdinum á sær og mælti: "Satt er tað hitt fornmælta; so argast hvør sum hann eldist; so fer nú eisini við tær, Tróndur! at tú letur Karl hin mærska reka peningar fyri tær í allan dag." Hetta var Gutti hin reyði. Tróndur leyp upp við orð Gutta, og var málreystur, og gav dikt á skyldmenn sína; og tá ið hann stillaðist, meldaði hann endiliga um, at Leivur skildi flýggja honum tað silvur aftur, "men tak her við einum pungi, sum landsetumenn mínir hava ført mær heim í vár! og hóast hann kann illa skygna á, tá er tó sjálvsíns hond (219) hvørjum hollast." Ein maður reisti seg upp á bonkinum, tað var Tórur lági, og mælti: "Meiri enn mikið orðaskvak hava vit av Karli hinum mærska, og var hann væl løn verdur fyri tað." Leivur tók við silvrinum, og bar straks út til Karl, teir hugdu at tí. Tá segði Leivur: "Ikki er neyðugt at hyggj aleingi at hesum silvuri, her er hvør peningur betri enn annar, og hesa peningar viljum vær hava; fá tú nú ein mann til at hyggja at, tá ið vigið verður." Tróndur svarar, at honum tykjti tann besta, hann kundi fáa fyri seg, vera Leiv sjálvan; teir báðir, Leivur og Karl, gingu tá út og stutt frá búðini, settust har niður, og vógu silvuri. Karl tók hjálmin av høvdi sínum, og helti harí silvuri, sum vigið var. Teir sóu tá ein mann ganga fram hjá teimum, hann hevði píkstav í hondini, niðursmogda hettu á høvdi , stutta grøna yvirstúku, var berføttur, og hevði línbrøkur knýttar at beini; hann setti píkstavin niður í vøllinog segði, tá ið hann gongur frá: "Sí til Mæra-Karl, at tær verður ikki mein av píkstavi mínum." Karl verður dripin. 47. Stutt eftir hetta koma nakrir menn hagar alverjaðir og rópandi ógvuliga, at Leivur Øssarson skuldi fara sum skjótast til Búð Gilla løgmans; har var Sjúrður Tollakson lopin inn um Teltaskarðið, og hevði sárað ein mann hansara til ólívis. Leivur leyp upp og gekk við tað sama burtur at finna Gilla løgmann, og fór við honum alt búðarlið hansara til, men Karl sat eftir; hinir eystanmenninir stóðu í ring um hann. Gutti hin reyði leyp at, og hjóv við eini handøksi yvir herðarnar á monnunum, og tað høggið kom í høvdi á Karli, og varð tað sár tó ikki stórt. Tórur lági rykti upp píkstavin, sum stóð í vøllinum, og sipaði hann niður á øsksarhamarin, so at Øksin stóð í heila; tá tusti ein hópur av monnum út úr búðini hjá Trónda; Karl var borin deyður haðani; Tróndur lat av tí versta yvir hesum verki, men beyð tó peningar (222) í bøtur fyri skyldmenn sína. Leivur og Gilli strongdu so á hetta saksmál, at har komu ikki pengabøtur fyri, men Sjúrður varð gjørdur útlagin fyri tað skaðaverk, hann hevði vunnið búðarmanni Gilla, men Tórur og Gutti fyri at hava dripið Karl. Eystanmenninir gjørdu skip sítt til, sum Karl hevði havt hagar, og fóru aftur at finna Ólav konga, men tað varð honum ikki so lagað, at hann fekk hevnt hetta fyri øllum tí ófriði, sum tá gjørdist í Norra, og er nú liðugt at siga frá teim tíðindum, sum komu av tí, at Ólavur kongur heintaði skatt av Føroum, men tó gjørdist klandur síðan í Føroyum (223) eftir Karl hin mærska, og tað hevði Tróndur í Gøtu við Leiv Øssarson og Gilli løgmann, og eru harum langar søgnir, sum enn man vera at siga frá. Sami føroyingana og Trónda 48. Eftir víggj Karl mærska og skaðaverk á búðarmann Gilla Løgmans vóru Sjúrður Tollaksonur, Tórur lági og Gutti hin mærski, skyldmenn Trónda, burturkoyrdur og útdrivnir av Føroyum. Tróndur fekk teimum skip, sum var havfarandi við, og nakað góðs, og tóktust teir tó vera ringliga av hondum loystir (ella gjørdir frá hondum), teir hava miklar átølur við Trónda, søgdu, at hann hevði drigið faðirarv teirra undir (224) seg, og midlaði teimum einki av. Tróndur segði teir høvdu fingið mikið meiri enn teir áttu, segði seg hava syrgt fyri teimum tó leingi og fingið teimum avlagið nógv, men hevði ringa tøkk fyri. Sjúrður og teir við honum vóru lata nú standa til havs, og eru tilsaman tólv mans á skipinum, og gekk tað orð av, at teir ætlaðu at halda til Íslands; og tá ið teir hava verið eina korta tíð í havinum, kom ein strekur stormur; og harðveðri helt við næstum eina heila viku; tá vistu allir, sum á landi vóru, at hetta var ímóti hjá Sjúra, sum mest, og segðist fólk hava ringa vón um teirra ferð; og tá ið leið út á heystið funnust rekar av skipi teirra í Eysturoy, og tá ið veturin kom, gjørdist nógv spøkjarí í Gøtu og víða um Eysturoy, og sýndu teir skyldmenn seg ofta, og fekk fólk av hesum mikið mein, summi fingu beinbrot og onnur meiðsl; teir søktu so mikið til Trónda, at hann tordi ikki at ganga einsamallur. Um veturin var nú mikið orð gjørt av hesum; tá ið nú leið út á veturin, sendi Tróndur boð eftir Leivi Øssarsyni, at teir skildu finnast; og so gera teir, og tá ið teir finnast, segði Tróndur: "Vær hittum í fyrrsummar, fostursonur mín! í stóran vanda, so tað var nær við, at alt tingfólkið mundi farið saman at berjast; nú vildi eg, fostirsonur mín!" segði Tróndur, "at tað hevði verið tikið til log eftir okkara ráði, at menn høvdu aldri vápin við sær til tings, har ið fólk skulu tala við skilu um síni (226) viðurskifti, og gera av millum sín við siðiligheit." Leivur helt hetta vera væl talað, "tó skulu vit (segði hann) hava Gilla løgmann, frænda mín, í ráð við okkum um hetta;" teir vórr systursynir, Gilli og Leivur. Nú finnast teir allir saman, og tala um hetta millum sín. Gilli svarar so Leivi. "Brigdugt tykist mær at trúgva Trónda, tó kunna vit játta tí, at handgingnir menn hava allir vápin, og nakrir av teimum, sum fylgja okkum, men álmúgin vera vápnaleys;" teir gera nú hetta av til fastna millum sín, nú líður veturin av, og um summarið koma fólk til tings í Streymoy. Nú bar tað so til ein dagin, at Gilli og Leivur ganga báðir frá búðum sínum upp á eina hædd, sum (227) var har á oynni, og talast við har, og nú síggja teir eystur undir sólina, at á tí høddanum, ið har var, koma menn gangandi upp, ikki so fáir, so teir hildu seg síggja um tretivu mans, har skyggir í sólskininum av fagrum skjøldum og prýðiligum hjálmum, øksum og spjót, og liðið sýnist avlagi mansligt; teir siggja, at ein maður gekk undan, stórur og reystligur, í reyðum kirtli, og hevði tvílittan skjøld, bláan og gulan hjálm á høvdi og stórt høggspjót í hendi; teir tóktust har kenna Sjúra Tollaksson; har gekk ein førligur maður næst honum, í reyðum kirtli og hevði reytt skjøld; teir tóktust til vissa at kenna henda, at tað var Tórur lági; tann triði maðurin hevði reyðan (228) skjøld, hará var drigin ein mansskortur, og eina stóra øksi í hondini, tað var Gutti hin reyði. Leivur og hin gingu nú skjótt heim til búðar sína; Sjúrður og teir við honum bera skjótt at, og eru teir allir alverjaðir. Tróndur gongur úr búð síni móti teimum við Sjúrða vóru, og nógvir menn við honum, og hansara menn allir við vápnum. Teir báðir Leivur og Gilli høvdu fátt fólk afturímóti tí, sum Tróndur hevði, og tó var mesti munurin tað, at teir høvdu fáein vápn. Tróndur og skyldmenn hansara gingu nú at flokki Leivs, tá mælti Tróndur: "So er nú vorðið, Leivur fostirsonur! at her eru komnir skyldmenn mínir, ei fóru skundiliga úr Føroyum hina ferðina; nú nenni eg ikki at (229) vær frændar fara so hálkandi undan tykkum báðum, tær og Gilla; her eru nú tvey kor fyri hondunm, annað er, at eg dømi einsumallur tykkaramillum, og viljum tær ikki hetta, tá man eg ikki halda teimum frá tí, sum teir vilja havast at. Leivur og Gilli sóu, at teir høvdu á hesum sinni onga styrk til at taka móti Trónda og teimum við honum vóru, teir taka nú við tí kori og handgeva tað, at alt sum var millum teirra skuldi ganga undir dóm Trónda, og lýsir hann upp avgerðina har við tað sama, og sigur, at hann mundi ikki vera vitigari síðari: "hetta er avgerð mín," sigur hann Tróndur, "at eg vil at skyldmenn mínir hava frið og frælsi at vera har í Føroyum, sum teim líkar, hóast teir hava áður (239) verið burtursagdir, men bøtur vil eg at ongin av teimum skal leggja út; tey ríkidømi, sum eru her í Føroyum, vil eg gera tað skifti á, at eg havi ein triðungin, Leivur annan, og synir Sigmunds tann triðja, hesi ríkidømi hava nóg leingi volt øvund og tannabit; tær Leivur fostirsonur!" segði Tróndur, "vil eg bjóða barnfostur, og fostra upp Sigmund son tín, so mikið vil eg enn gera tær í góðvilja." Leivur svarar: "Tað vil eg, at tað barnfostrið fer at vera eftirsum Tóru finst um tað, hvørt hon vil, at sonur hennara fer til tín, ella hann verður hjá okkum;" teir skiljast nú so; og tá ið Tóra fekk at vita um fosturskapið, tá svarar hon: "So man fara at vera, at mær líkst annaleiðis á tað; men ikki man eg halda (231) Sigmundi soni mínum frá tí fostruskapi, um eg skal ráða, tí at mangt tykir mær Trónda hava fram fyri flesta aðra menn." Sigmundur, sonur Tóru og Leivs fór inn tilGøtu til fosturs hjá Trónda, hann var tá trý ára gamal og tað vænasta mansevnið, og har vaks hann upp. Frá Trónda og skyldmonnum hansara. 49. Í teirri tíðini, tá ið Sveinur var kongur í Nørríki og Alviva móður hansara, var Tróndur heima í Gøtu, og skyldmenn hansara Sjúrður, Tórur og Gutti hin reyði hjá honum; og so er sagt frá, at Tróndur var ikki giftur maður; eina dóttur átti hann tó, sum æt Guðrun; og tá ið (232) skyldmenn Trónda høvdu verið har nakra tíð, tá kemur hann upp á máli við teir, og segði, at hann vildi ikki hava teir longur har, tí teir vóru so ótrivaligir og lýtaleysir. Sjúrður svarar illa, hevði honum fyri, at han mundi unna øllum frændum sínum eins illa, og sigur hann sita inni við faðirarvi sínum, teir áttu tá eina harða orðareiggj saman, so fóru teir allir tríggur skyldmenninir burtur haðani, teir fara til Streymoyra, hon er mest bygd av Føroyum; ein maður átti har búgv, sum æt Tórhallur hin ríki; hann átti konu, sum æt Birna,og var kallað Streymoyar-Birna, hon var ein stórorðað og sjálig kona; Tórhallur var tá (233) sjónliga væl við aldur, og Birna hevði verið givin honum fyri ríkidómsins skyld. Tórhallur átti til góðar næstum hjá hvørjum manni, men víða bleiv lítið borið honum aftur. Teir allir, Sjúrður, Tórur og Gutti koma til Streymoyar, og finna Tórhall bónda. Sjúrður býður honum at heinta inn tað, ið hann átti útstandandi fyri helvtina í teimum støðum, sum skuldirnar stóðu (óryggiligastar?); men dersum hann hevði neyðugt at søkja um tað, tá vildi hann hava fyri starv sítt tað, sum gekk uppá søksmálið, men bóndin helvtina í sín lut. Tórhalli tókti hetta hart men tó gekk so saman millum teirra. Sjúrður fer nú víða um Føroyar, og heintar (234) inn skildirnar fyri Tórhall, og søkir, tá ið hann helt tað vera neyðugt, hann fær nú brátt ein hóp av peningum, so tað bar av, hvussu skjótt hann bleiv ríkur sjálvur. Sjúrður er nú leingi hjá Tórhalli, og skyldmenn hansara við honum. Ofta bar so til, at Sjúrður og Birna høvdu tal saman, og er tað snakk millum fólk at meiri en vera skuldi mundi vera millum teirra; teir eru nú har um veturin. Um várið sigur Sjúrður, at hann vil leggja búðfelag við Tórhall, men hann var heldur fáligur við tað, áðrenn matmóðirin kom upp í, tá gjørdi bóndin tað, og lat matmóðurina ráða; Tórhallur var nú onki virdur, men tey bæði hon (235) og Sjúrður, ráða fyri øllum sum tey vildu. Dráp Tórhals 50. Tað barst til tíðindir um summarið, at eitt skip kom at Føroyum, og breyt í spón við Suðuroy, og nógv av góðsinum forkomst, tólv mans vóru á skipinum, fimm blivu burtur, men sjey komu við lívi á land, ein at Havgrímur, annar Bjarngrímur og triði Hergrímur, teir vóru allir brøður, og vórur stýrimenn, teim var ilt við innivista, og annað, sum teir høvdu neyðugt. Tórur og Gutti fóru at finna teir, og hildu teir vera ringliga komnar á hold, og bjóða teim øllum til sín. Tórhallur kom tá uppá máli við Birnu, og tókti tað vera ov brádliga (236) gjørt. Sjúrður segi, tað skuldi svíða til sín, teir eru nú har, og vóru heldur væl virdir, og betri enn Tórhallur sjálvur. Tórhallur bóndi var smásárur um alt, og hann kom tí ofta til orðar við Bjarngrím. Tað var eitt kvøldi, sum tey øll sót inni í stovuni, tá komu teir í orð saman Tórhallur bóndi og Bjarngrímur. Tórhallur sat á bonkinum, og hevði eitt stavbrot í hondini, hann veipaði við tí, sum hann deildi á versta vísi, og tí at han var hálvblindur, kemur stavbgorið á nasarnar á Bjarngrími; hann verður óður við tað, og vil taka til øksina og sipa hana í høvdi á Tórhalli. Sjúrður leyp skjótt til, og grípur Bjarngrím, og sigur (237), at hann vil gera teir blíðar aftur, og hetta vart so av, at teir stillaðu seg, og komu til góðs; teir eru har um veturin og einast fátt við haðan ífrá, veturin líður nú av; Sjúrður sigur, at hann má bjarga teim uppá onkun máta; hann flýggjar teimum eina farmaskútu, væl viðfarin, sum Tórhallur og hann áttu báðir saman, Tórhallur lat sær tað enn illa líka, inntil at matmóðirin fekk snakkað hann til rætta. Sjúrður fekk teim kost við sær, og so fóru teir til skips, lógu á skipinum um næturnar, men gingu heim til húsar um dagarnar. Men tá ið teir vóru lidnir, var tað ein morgunin, at teir gingu heim í garðin; Sjúrður var ikki heima við hús, men burtur (238) við tað arbeiði, sum honum tókti neyðugt at gera, síðani vóru teir har um dagin; Sjúrður kom heim og fór til borðs, tá vóru keypmenninir farnir oman til skips. Sjúrður spurdi tá ið hann kom at borðinum, hvar í Tórhallur bóndi var; honum varð sagt, at hann mundi sova. "Tað er ónáttúrligur svøvnur," sigur Sjúrður, "men er hann klæddur ella ikki? og viljum vær bíða eftir honum við matinum." Nú varð gingið í kamarið, og lá Tórhallur í song síni og svav. Tað var sagt Sjúra; hann sprakk upp og gongur fram at song Tórhals, og verður skjótt vissur um ta, at Tórhallur var deyður. Sjúrður tekur klæðini av honum og sær, at song hansara var víða blóðug, og finnur nú eitt sár vinstrumegin undir hondini á honum, og har hevði hann verið stungin við einum mjávum jarni inn í hjartað. Sjúrður segði, at hetta var eitt tað versta verk, og tað man hin vanlukku Bjarngrímur hava vunnið, og tyktist nú hava hevnt stavbrotaslagið; vit skullu nú fara oman til skipið og hevna hetta um tað vil bera til;" nú taka teir skyldmenninir vápin síni, og Sjúrður hevur eina stóra øksi í hendi, teir leypa oman til skipið og Sjúrður var málamikil; hann leypur straks út á skipið, við tað sama sprungu brøðurnir upp, tá ið teir hoyrdu henda blótan og bannan. Sjúrður leypur á Bjarngrími, og høggur øksina við báðum hondum (240) framman í bringuna á honum, so at øksin stóð fjald har, og tað var straks banasárið. Tórur lági høggur á Øksl Havgríms við svørði sínum og sneiður alt útav niður við síðuni, so armurin fell frá, og fekk hann so bana. Gutti hin reyði høggur við eini øksi í høvdið á Hergrími, og klývur hann niður í herðarnar; og tá ið teir eru nú allir deyðir, sigur Sjúrður, at hann vil ikki leggja lag í teir, sum eftir vóru, men tað góðsið, sum brøðurnir áttu eftir, segði hann seg vilja hava, og var tað tó lítið. Sjúrður og hinir báðir fara nú heim við hesum góðsi, hann tykist nú væl hava hevnt Tórhall bónda, men allíkavæl leikar síðani ilt orðalag um Sjúrða og allar sklydmenninar av lívláti Tórhals. Sjúrður fær nú Birnu, og gongur til búðis við henni. Tey bæði Tórhallur og Birna áttu mong børn saman. Dráp Torvalds og preftir Gutta hin reyða. 51. Torvaldur æt ein maður, hann búði í Sandoy, Tórbera æt kona hansara; hann var væl standandi við alt slag, og tá við aldur, ið hetta barst til. Gutti hin reyði kemur til Torvalds, og beyð sær til at heinta tað inn, sum hann hevði útistandandi hjá slíkum, sum lítið var at vænta av, og avgerð teirra var næstum pá sama máta, sum av var gingið millum teirra Tórhall og Sjúrða. Gutti var (242) nú ikki styttri at vera hjá Tórvaldi enn hjá Sjúrða. Brátt kom tað í orð, at Gutti lokkaði konu Torvalds; honum legst nú nógv góðs til. Eina ferðina kom ein maður hagar, sum Torvaldu átti hjá, tað var ein útróðramaður, og um kvøldið var myrkt í stovuni, og fólki sat inni, tá heintaði Torvaldur peningar sínar frá fiskimanninum, men hann svaraði seigliga og heldur illa. Gutti reikaði á gólvinum, og nakrir menn við honum í myrkrinum, og tá ið minst varir, mælti Torvaldur: "Leggur tú, úsaligi trællur, hvast fyri brósti á gomlum og sakleysum manni;" hann helti seg afturá bróstinum, og var deyður við tað sama, og tá ið Gutti hoyrdi hetta (243) leyp hann straks til útróðramannin, og høggur honum banahøgg, segði hann skuldi ikki vinna fleiri óhøppi. Gutti setist nú har við einkuni, og fær hana. Leivur kom til Føroyar. 52. Ein maður æt Leivur, hann var sonur Tóra Beinason, hann sigldi millum Norra og Føroyar við keypskipi, og hevi nógva peningar; tá ið hann var at vera í Føroyum, var hann stundum hjá Leivi Øssarsoni og stundum hjá Turidu Medalseinkju og synum hennara; nú bar so til eina ferðina, tá ið Leivur Tórason kom við skipi sínum til Føroyar, at Sjúrður Tollakssonur bíður honum heim til sín í Streymoy, og hetta gera teir av. Leivur Øssarson (243) kom til skips, og tekur tað ikki mikið væl upp, at navni hansara hevði gjørt av, at vera hjá Sjúrða; segði, at tað var ikki eftir sínum ráði, og helt at honum mundi hava verið víst innivist í Suðuroy hjá sær. Leivur segði tað fór nú so at verða sum var, og fór so heim við Sjúrða at vera, og Sjúrður setur hann næst hja sær, og ger væl við hann, nú er hann har um veturin í góðari viðgerð. Vitjan Sigmunds til Turidu Medalseinkju. 53. Ein dagin um várið eftir er tað sagt frá, at Sjúrður segði seg skula fara at heinta inn peninga sínar frá nábúa sínum, sum æt Bjørn, "og vil eg, Leivur!" sigur hann, at tú fert við mær, og sær til (245) at koma okkum tilsams, tí at Bjørn er mikið óndskapsligur, og eg havi leingi mátti latað skuldina standa fyri honum." Leivur segi seg vilja fara við honum, sum hann vildi; nú ganga teir báðir tveireinir til Bjarnar, og Sjúrður heintar hann eftir skuldini, men Bjørn svarar illa, tí næst er har stórur uppstígur, og Bjørn vil høgga til Sjúrða, men Leivur leyp ímillum, og øksi Bjarnars kom í høvdi á honum, so tað straks var honum at deyða. Sjúrður leyp tá at Bjarna, og hjó honum banahøgg. Hesi tíðindi spurdust nú. Ongin var at siga frá øllum hesum, uttan Sjúrður, tí gekk enn ilt orð um Sjúra. Tær báðar Turid Medalseinkjan og Tóra (246) dóttir hennara biðja Leivi Øssarsoni tað illa, at hann vildi aldri lyfta hond upp, hvussu stórar skommir í enn vóru teimum gjørdar, leggja nú á, at hann bæði tøgn og fíindskap, men hann hevði báði gott tol við og langvarugt; tær søgdu tol hansara kom av fleydi og ódugnaskapi, tær møðgur taka sær lívlát Leivs Tórason ógvuliga nær, og tykjast vita tað vist, at Sjúrður mundi hava dripið hann. So er sagt frá, at á einusinni droymdi Turid húsfrúan, at Sigmundur Brestasonur, bóndi hennara, kom til hana, sum hann hevði verið vorðin, hann segði við hana: "Tað er sum tær sýnist, at eg eri her komin, og hetta er mær lovað av Gudi sjálvum", sigur hann, "hav tú nú (247) ikki harðan ella illan hug á Leivi mági tínum, tí at honum man tað vera eyða (ON. auðið) at reka burtur tykkara skommir." Eftir tað vaknar Turid og sigur Tóru, dóttur síni, dreymin, og haðanífrá eru tær betri við Leiv enn áður. Viðurskiftini í oyggjunum. 54. Tað er nú hernæst at siga frá, at skip kom uttan úr havi til Føroyar inn í Streymoy, stutt frá býlingi Sjúrða, tað vóru norskir menn, stýrimaðurin æt Arnljótur, teir vóru átjan mans á skipinum; ein maður sum æt Skopti búði har hjá, sum skipið lá, hann var í starvi við keypmonnum, og hjálpti teimum væl, teir virdu hann eisini væl. Stýrimaðurin kemur upp á máli við (248) Skopta, og segði so: "Tær man eg siga tað, sum eg trúgvi til tín, at teir vóru synir mínir, Bjarngrímur og brøður hansara, sum Sjúrður Tollaksson og hinir drupu, og nú vildi eg tað, at tú hevði verið í ráðum við mær, at eg hevði kunnað nátt Sjúra og teimum, og hevnt syni mína." Skopti segði seg ikki eiga gott at løna Sjúrða, og lovaði Arnljóti at gera hann straks varan við, tá ið teimum bar til at fara móti Sjúrða og hinum. Nú eina ferðina um summarið fara teir tríggir skyldmenninir, Sjúrður, Tórur og Gutti á eini skútu, teir fara til eina útoyggj at taka skurðseyð, tí tað er siður føroyinga, at hava ferskt kjøt allar ársins tíðir, og tá ið teir vóru (249) farnir, tá ger Skopti Arnljóð varan við tað; keypmenninir eru nú skjótir avstað, og vóru 15 tilsamans á keypskipsbátinum, og komu til ta útoynna, sum Sjúrður og hinir vóru fyri, og ganga upp á oynna tólv saman, men tríggir ansa skipinum." Teir við Sjúrða sóu menninar, ið komu upp á oynna, og snakka millum sín, hvørjir tað munu vera; teir sóu, at menninir vóru í litaðum klæðum og høvdu verju, "kann vera," sigur Sjúrður, "at her eru komnir teir keypmenninir, sum hava ligið her í summar, og kan væl vera, at teir hava havt annað ørindi enn bara at dríva keypmanskap, og hava teir ørindi hjá osum, so eiga vit (250) at vera fyribúnir; nú skulu vit ganga móti teimum, og hava tað saman tilráðar sum Sigmundur Brestason," sigur Sjúrður, "at leypa síðan hvør sín veg, og hittast allir aftur hjá skútu okkara." Nú geva teir seg ímóti. Arnljótur eggjar nú teimum við honum vóru, og biður teir hevna syni sína; Sjúrður og hinir støkka undan teimum, hvør sín veg, og náa allir niður í fjørðina til skútu sína; tá koma teir, við Arnljóti vóru, og søkja til teirra. Sjúrður høggur til hansara, sum søkti móti honum, og tekur báðar føturnar undan honum omanfyri knæ, og so hevði hann bana; Tórur drepur annan mannin, og Gutti tann triðja; tá leypa teir á skútu (251) sína og rógva fram við oynni,og finna keypskipsbátin og tríggjar menn í honum. Sjúrður leypur inn í bátin og drepur ein teirra, men koyrir tveir fyri borð, taka so bátin og rógva burt við báðum farunum og heim. Sjurður sankar nú fólk til sín, og fer út til útoyggina, og gongur upp á oynna, eystanmenninir leypa saman, og ætla at verja seg. Tórur lági mælti: "Tað er mítt ráð, Sjúrður frændi! at geva monnunum grið, sum vit nú eiga øll kor við, og vær høvum áður vunnið Arnljóti miklan skaða." Sjúrðurn svarar: "Hetta er væl talað, men tó vil eg, at teir leggja alt á mítt vald, um teir skulu hava grið." Tað fór nú so fram, at teir góðu Sjúrða sjálvdømi, men hann leggur á Arnljót at gjalda trinnar (252) mannabøtur fyri hvønn teirra; alla hesa pengabót lat Arnljót út, hann var úr Suðuroyggjunum, og tað hevði han í bøtur fyri syni sína, og fór við tí skili úr Føroyum. Sjúrður fekk at vita av svikum Skofta, og segði, at hann skal hava lívið, men fara burtur úr Føroyum, hann fór tá til Norra, og var útlagin av Føroyum. Tórur royndi at fáa Turid Medaleinkju 55. Nú er at siga frá tí, at Sjúrður Tollaksson eggjar Tóra, bróður sín, at hann skuldi giftast. Tórur spurdi, hvar hann hevði hugt honum eftir konu. Hann svaraði: "Ikki vil eg ganga tað valið forbíð, sum mær tykir (253) frægast her í Føroyum, tað er Turid Medalseinkjan." "Ikki ætli eg mær so høgt", sigur Tórur. "Ikki manst tú fáa, um vit biðum ikki," sigur Sjúrður; "ikki man eg royna hetta," sigur Tórur, "og tað man onki vera av, at hon vil giftast við mær," sigur hann, "men tó manst tú froysta uppá tað, um tú vilt". Sjúrður fer nú annan dagin til Skúvoyar, og ber hetta upp á máli við Turidu, hon tekur tí ikki fljótt, men hann helt við, at flytja hetta fram, og kemur tað so vítt, at hon segði seg vilja umráða seg við vini sína og synina, og lætst munna vilja gera honum boð um tað, sum tá var gjørt av; Sjúrður fer nú heim aftur, og segði alt líkligt um svør hennara. (254) "Undarliga veit tað við," sigur Tórur, "og tað gruna mær, at hetta er ikki alt av huga". Turid hitti Leiv, mág sín og Tóru dóttur sína, og segði teimum frá bønarorðinum. Tóra spyr, hvussu hon hevði svarað; hon segði seg hava harðliga víst teimum frá sær, men tó minni enn henni hevði verið hugur á, "og hvat tykir tær ræðuligt, dóttir mín?" Hon svarar: "Ikki fert tú at vísa honum burtur, um eg man ráða, dersum tygum er tað nakað í huga, at rógva tað á hevnilag, ið okkum hevur verið til skamma gjørt, og ikki síggi eg nakað foragn, ið líkari er at fáa teir drignar við, enn hetta; ikki havi eg neyðugt at leggja móður míni orð í munnin, tí á (255) manga máta má hon nokk kunna draga tað, so at teir ráða ikki í tí." Leivur verður samtyktur um hetta við Tóru, og segði seg skulla leggja allan sín hug á, at teir høvdu umsíður tað, ið var teirra maki; tey settu nú ein dag millum sín, nær teir skuldu koma hagar at vita um hetta. Tá mælti Leivur: "Langt hevur Tróndur sætt framm, tá ið hann beyð okkum barnfostur, og tað kenni eg tær um Tóra!" sigur hann, "og tað er vist deyði Sigmund son okkara, um hann verður hjá Trónda, tá ið nakað berst til millum okkum og Sjúrða. "Ikki ætli eg," sigur Tóra, "at hann skal leingi vera har hiðanífrá, og er tað best, at vit farum til Eysturoyar, so finnur tú Trónda (256) fosturfaðir tín;" øll vera nú samsint um hetta. Frá ferðum Leivs og konu hansara 56. Tey hjá Leivi fara nú øll saman avstað, og eru sjey mans á skútuni, tey komu til Eysturoyar, og høvdu ruskut um dagin, so nógv kom, og Leivur og hinir menninir vóru illa klappaðir ígjøgnum, men Tóra var turr. Tey ganga nú niðan til garðs í Gøtu, og Tróndur tekur avlagið væl móti teimum, og letur kynda eldar fyri Leivi og teimum, men Tóra var fylgd innar í stovuna, og drongurin Sigmundur, sonur hennara, var har hjá henni; hann var tá níggju ára gamal, og avlagið kvikligur (257) at síggja til. Móðir hansara spurdi, hvat ið Tróndur hevi lært hann, og hann segði seg hava lært alla saksøkingar at søkja, og rættarferð, bæði fyri seg og aðrar, og tað lá alt greitt fyri honum. Tá spyr hon, hvat fosturfaðir hansara hevði lært hann av helligum lestri. Sigmundur segði seg hava lært pater noster og kreddna; hon segðist vilja hoyra, og so gjørdi hann, og henni tókti hann syngja pater noster nakað líkliga, men kred(d)a Trónda er eftir hesari lund: Gangi eg ei eina út, fýra mær fylgja fimm Guds einglar, beri eg bøn fyri mær. Bøn fyri Krist, (258) syngi eg sálma sjey, sjái Gud til luta mín! Og í tí sama kemur Tróndur í stovuna og spyr, hvat tey snakka. Tóra svarar og sigur, at Sigmundur sonur hennara hevði lisið upp fyri henni tann lestur, sum hann hevði lært hann, "og mær tykir," sigur hon, "ongi líkindi á kredo". "Tað er so við tí sum tú sjálv veitst," sigur Tróndur, "at Kristus hevði tólv disciplar ella fleiri, og hvør teirra kundi sína kred(d)u; nú havi eg mína kre(d)u, men tú tað, tú hevur lært, og mangar kred(d)ur eru, og er slíkt," sigur hann, "ikki rætt á eina lund;" tey halda nú upp við hesum snakki tað kvøldið, alt er teimum (259) væl tilbeina, og avlagi dúliga varð drukkið, og Tróndur var hin kátasti, Tróndur sigur, at tað fór at búgvast um tey har í stovuni, og gerast leguból út eftir gólvinum. Leivur sigur, at so mátti væl vera. Tóra sigur, at hon vildi, at Sigmundur hevði fingið sagt henni frá ferðum sínum, og ligið saman við henni um náttina." "Tað kann ikki bera til," sigur Tróndur, "tí so kemur ikki blundur í míni eygum í nátt." "Hetta fert tú tó at gera mær til vilja, Tróndur mín," sigur hon, og so varð av, at drongurin lá hjá teim báðum. Men Tróndur átti eitt lítið seingjakamar fyri seg, og har svav hann altíð og drongurin hjá honum, og nøkur fá fólk við teimum; nú fór Tróndur til seingjakamar sítt, og tað (260) var væl ligið út á náttina. Leivur ætlar sær at sova, og leggur seg niður, og vendir sær frá konu síni, hon skumpar undir hann aftantil við báðum hondum, og bað hann ikki sova; "standið upp," sigur hon, "og farið runt um Eysturoy í nátt, og meiðsli hvørt far, so at ikki er sjóført," og so gera teir; Leivur var har kunnigur í hvørji vík; so illa fóru teir við hvørjum flótandi fari, at ikki eitt var sjóført. Teir sova ikki um náttina, og standa tíðliga upp um morgunin; Tóra við soni og hinum monnunum fara nú oman til skipið, men Leivur gongur oman til seingjakamarið, og biður Trónda liva væl og hava tøkk fyri góðan fagnað, og segði (261) at Tóra vil nú hava Sigmund við sær. Tróndur hevði lítið sovið um náttina, og segði, at tað fór ikki so at vera, at Sigmundur fór burtur haðani. Leivur gongur nú skundiliga til skips, men Tróndur tóktist nú síggja alt ráð teirra og Leivs og biður húskalla sína taka skútuna, sum hann átti, og leypa í hana nógvir menn, teir gera so og kolbláur sjógvur fellur tá inn í hana, so teir vóru fegnir, at teir komu aftur á land, og ikki eitt skip er farandi við í oynni, og Tróndur var nú noyddur at vera heima antin honum tykir tað væl ella illa. Leivur fer líka heimaftur, og sankar tá fólk saman til sín; og (262) hetta er dagin fyri sum Sjúrður og tey skuldi finnast dagin eftir. Leivur drap Sjúrða og skyldmenn hansara 57. Nú er at siga frá Sjúrða Tollakssoni og teimum, at teir búgvast heimanfrá sama dagin, og eggjar hann teimum at skunda sær. Tórur sigur, at honum er lítið um at fara, "og eg ætli tú man vera feigur" sigur hann, "tí tú skundar so ógviliga undir hetta." "Ger teg ikki so býttan," sigur Sjúrður, "og ver ikki so ræddur, nú onki er at ræðast fyri, og við mugum tilvissa ikki søma ta stevnu, sum var høvum samtykt millum okkum." "Tú fert at ráða," sigur Tórur, "men ikki kemur tað óvart á meg, um vit koma ikki allir heilir heimaftur í kvøld." Teir fóru nú tólv tilsaman á einum skipi og allir væl vápnaðir; teir høvdu strangt í vindi um dagin og hættiligan streym, men tóku væl undan, og sluppu til Skúvoyar. Tá segði Tórur, at nú fór hann ikki longri. Sjúrður segði hann skuldi fara niðan at húsum, um hann so fór einsamallur. Tórur segði, hann helt hann mundi vera feigur. Sjúrður gongur upp á oynna, hann var í reyðum kirtli, og hevði bláan kappa við tiglabandi í um herðarnar, hann var girdur við svørði, og hevði hjálm á høvdi, og gongur so upp á oynna, og tá ið hann kemur væl niðan móti húsunum, tá sær hann, at allar hurðar vóru (264) aftur. Kirkjan, sum Sigmundur hevði latið gera, stóð í túninum beint móti durunum, og tá ið Sjúrður kom niðan millum sethúsini og kirkjuna, tá sær hann, at kirkjan er opin, og eitt konufólk gongur úr kirkjuni í reyðum stakki og bláari kápu um herðarnar. Sjúrður kendi, at tað var Turid húsmóðurin, og víkir at henni; hon heilsar honum blídliga, og gongur at einum træi, sum lá í túninum, har seta tey seg á træið, og vil hon førka seg móti kirkjuni, men hann vildi førka seg móti sethúsdurunum og frá kirkjuni, men hon ráddi, og tey førkaðu seg bæði móti kirkjuni. Sjúrður spurdi, hvat fólk har var komið; hon segði, (265) har var lítið fólk inni. Hann spurdi, um Leivur var har, hon segði hann ikki vera har. "Eru synir tínir heima?" sigur hann. "Tað man sigast," sigur hon. "Hvat hava teir sagt til síðani um sak okkara?" sigur Sjúrður. "Tað hava vit so talað um," sigur hon, "at øllum osum konufólkum líkst best á teg, og lítið mundi tað seinkað á mína síðu, um tú hevði verið óklessaður. "Stórt eydnuskarð hevur tú tá verið mær fyri," sigur Sjúrður, "og tað má eisini skjótt so skiftast umaftur, at eg verið leysur maður." "Tað er nú sum vera kann," sigur hon, og í tí sama vildi hann sveipa hana inn at sær, og tók hendurnar um hana, men hon tugaði tiglakappan aftur at sær, og (266) í tí varð hurðin latin upp, og ein maður leyp út við blottaðum svørði, og tað var Heri Sigmundason; og tá ið Sjúrður sær tað, tá smoyggir hann seg niður úr kappanum, og var so leysur, men Turid helt eftir á kappanum. Nú koma fleiri menn út, og Sjúrður leypur oman eftir bønum. Heri trívur eftir einum spjóti, og leypur oman bøin eftir honum, og hann verður skjótari; hann skjýtur spjótið eftir Sjúrða, og Sjúrður sær, at spjótið stevnir millum herðarnar á sær, tí kastar hann seg niður á vøllin, og spjótið flýgur fram yvir hann, og kom standandi í jørðina. Sjúrður reisur seg skjótt upp aftur, og trívur spjótið, og sendir tað aftur, og kemur tað um miðjuna á (267) Hera, og hevði hann so skjótt bana. Sjúrður leypur tá oman í stíggin, men Leivur kemur har at, sum Heri liggur, og snýður skjótt haðani, og rennur oman á hamarin, og leypur líka útav, har sum hann kom at, og siga fólk at har er fimtan favna høgt niður í fjøruna. Leivur kom standandi niður, hann leypur til skip teirra, og tá er Sjúrður komin at skipinum, og ætlaði at leypa út á skipið, men Leivur legði tá svørðið um síðuna á honum, men hann snaraðist undan, og svørðið gekk ígjøgnum á hol eftirsum Leivi sýntist. Sjúrður leyp tá út á skipið, og løgdu frá landi, og so skildust teir at. Leivur gongur nú upp á oynna til sína menn, og biður teir skjótt fara til skips: "og skulu vær halda eftir teim." (268) Teir spyrja, hvørt hann hevður spurt deyða Hera, ella hitt Sjúrða; hann segði seg ikki hava mangt at siga frá á hesum sinni. Teir leypa á tvey skip, og Leivur hevði áttati mans við sær, og var tað ikki aldeilis lítil ójavni á føru teirra. Sjúra menn komu á landi í Streymoy, og Sjúrður hevði stýrt skipinum, og var fáorðaður við teir. Men tá ið hann leyp upp úr skipinum, spurdi Tórur, hvørt hann mundi hava fingið stóran skaða. Hann segði seg ikki kunna vita tað gjølla. Sjúrður gongur niðan at neystavegginum, sum var har stutt hjá sjónum, og leggur hendur sínar á hann, men teir bera upp úr skipinum, og ganga síðan niðan til neystið og síggja tá, at Sjúrður (269) stendur har, og var tá stirnaður og deyður; teir bóru lík hansara heim, men søgdu ongum hesi tíðindi; teir fara tá at fáa sær nátturða, og sum teir sita við matin, tá koma Leivs menn til garðs, og gera har anfall,og bera eld at; teir verja seg væl,og eru ellivu mans fyri innan, men tríati vóru komnir uttanat. Og tá ið eldurin festi í húsini, tá leypur Gutti hin reyði út, og tolir ikki longur inni. Steingrímur Sigmundason søkti at honum, og tveir aðrir menn, men hann vardi seg væl. Gutti høggur Steingrím í knæið og knæskelina av, og tað var eitt ringt sár, so hann gekk altíð haltandi síðan, annan av teimum sum vóru við drap hann eisini. Tá kemur (270) Leivur Øssarson til, og teir fara hvør móti øðrum, og so varð endin, at Leivur drap Gutta. Tá leypur Tórur lági út og móti honum. Brandur Sigmundason og tveir aðrir menn og fullu inn á Tóra, men so gekk av hjá teimum, at Tórur drepur Brand, og báðar menn hansara. Tá kom Leivur Øssarson at, og stingur tað sama svørðið ígjøgnum Tóra, sum hann fyri tað hevði stungið Sjúrða, bróður hansara við, og lat Tórur skjótt lív sítt. Leivur ræður nú eina. Deyði Trónda 58. Eftir hesi tíðindi fer Leivur heim og verður víða gitin av hesum verkum. Men tá ið Tróndur spurdi hesi tíðindi, tá (271) tók hann sær so nær, at hann doyði av helstríði (syrgdi seg íhel). Leivur ræður nú eina fyri øllum Føroyum, og tað var meðni Magnus kongur hin góði, sonur Ólav konga, var á døgum. Leivur fór til Norra at finna Magnus konga, og tekur av honum len yvir Føroyum; kemur so heimaftur til Føroyar, og býr har til elli. Sigmundur, sonur hansara, búði í Suðuroy eftir Leiv faðir sín, og var hildin fyri mætan mann. Turid húsfrúa og Leivur andaðust á døgum Magnus konga, men Tóra var hjá Sigmundi, soni sínum, og var alla sína tíð ein mikið avhildin kona. Sonur Sigmunds æt Havgrímur, og av honum eru komnir (272) Einar og Skeggi, synir hansara, sum fyri kortum hava verið sýslumenn í Føroyum. Steingrímur halti Sigmundason búði í Skúvoy, og tóktist ein góður bóndi, og er her ikki gitið, at annar endi hevur verið á Sigmundi Brestasoni ella avkomi hansara.